Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 30. oktober 2021 | Nr. 44 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Føroya Arena er ein framtíðartrygging av Føroyum

SíÐa 2

1 Leygardagur 30. oktober 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Um reyð tøl á botnlinjuni

Tað tykist framvegis níva okkara kæru kappingarneytar í miðlahúsinum niðast í Tórsgøtu, at tey fyri gott átta árum síðani mistu sína bestu inntøkukeldu, tá almenna partafelagið Føroya Tele valdi at seta heimasíðuna portal.fo til sølu.

Miðlahúsið hevði tá havt fasta avtalu við telefonfelagið, sum tryggjaði miðlafelagnum inntøku svarandi til ársløn hjá minst fýra journalistum. Ætlanin var vistnokk at fáa fatur á Portalinum, sum til tá hevði hýst nærum allari netfersluna av tilfarinum, sum journalistarnir í húsunum framleiddu, fyrst og fremst til ta prentaðu útgávuna.

Men tað vóru tveir framfýsnir brøður úr Hvannasundi, sum “fingu” portalin fyri fimm milliónir og eina krónu, hóast teir ikki áttu pengarnar, men máttu læna seg til tað. Tá Miðlahúsið so eisini uppsegði veitingaravtaluna upp á standandi fót, máttu brøðurnir, ið ongar royndir høvdu við tíðindavirksemi, skuldarseta seg fyri enn meira fyri at fáa tilfar á portalin.

Gingin eru nú nógv ár síðan keypið á sumri 2013. Avbjóðingin hjá eigarunum hevur øll hesi árini verið at prógva, at tað ber til at fáa rakstur í eitt miðlafelag, sum einans virkar á netinum.

Tað hevur verið eitt tógvið stríð, serliga um lýsingainntøkurnar, har útbjóðararnir hvør í sínum lagið hava undirbjóðað hvønn annan, ofta eftir regluni: “Tað hevur størri týdning, at kappingarneytin ikki fær kundan, enn at vit vinna pengar upp á avtaluna”.

Tá varð eisini tikið sum givið, at Hvannasunds-brøðurnir ikki fóru at vera leingi í ‘geyminum’.

Ársroknskapurin hjá smápartafelagnum aftan fyri Portalin, hevur eisini á hvørjum ári verið guff hjá blaðstjórunum – serliga honum niðast í Tórsgøtu – tí botnlinjan nógv av árunum hevur verið reyð.

Men støðan á marknaðinum er broytt. Miðlarnir hava tillagað seg fyri betri at standa seg í kappingini, og fyri viku síðani kundi Portalurin og hetta blað so kunngera fyri sínum lesarum, at felagið, sum eigur hesar miðlarnar, hevur niðurskrivað immateriella virðið á Portalinum niður á null.

Hetta gevur sjálvandi eitt ógvusligt roknskaparligt hall fyri undanfarna roknskaparár.

Í gjár hevði blaðstjórin í Miðlahúsinum eisini fingið hendur á roknskapinum, og skrivaði grein um hetta á in.fo.

Nú er fíggjarstøðan ikki bara reyð hjá Portalinum – nei, hon er blóðreyð. Tað ræður um at dramatisera støðuna hjá kappingarneytanum, eyðvitað við tí endamáli, at skapa sær sjálvum ein fyrimun.

Ikki tí. Roknskapartekniskt er onki galið við gjøgnumgongdini hjá blaðstjóranum.

Men tað er undarligt, at ein sannleikans tænari sær púrasta burtur frá orsøkini til, at felagið í roknskapinum sær seg ført fyri at fremja hesa niðurskrivng. Ein roknskaparkønur átti at kunna sæð, at raksturin í felagnum nú er so mikið batnaður, at felagið tolir eina so ógvusliga niðurskriving, og at tað ber boð um, at royndin er eydnast, og alt bendir á at felagið í komandi árum verður ført fyri at kasta so mikið væl av sær, at tað nú skuldi staðið ræðið fyri at niðurskriva skuldina upp á ikki so langa tíð.

Men tað er ikki áhugavert hjá lesarunum á in.fo at fáa at vita.

Men vit síggja tað sum nakað sera positivt. Vónandi gera kundararnir og lánveitararnir tað eisini, og ikki lata seg blenda av svartskygda ljóskastararanum hjá kappingarneytanum. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 5734

    Lisnar síður: 20551

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 30. oktober 2021

Føroya Arena er ein framtíðartrygging av Føroyum

- Eg geri hetta ikki við persónligum vinningi fyri eygað. Tummas Justinussen metir tað sum eina neyðuga framtíðaríløgu fyri landið at hava eina multihøll til altjóða ítróttatiltøk, konsertir og stevnur

Tummas Justinussen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Okkara sera dugnaligu bestu hondbóltsspælarar hava ikki uppiborið at skula spæla sínar heimadystir í Skjern ella Royal Arena. Tað er skomm. Og hví skulu vit senda upp í fleiri flogfør av føroyingum av landinum, sum vilja uppliva til dømis Elton John syngja í Horsens?

Tað eru slíkir spurningar, sum Tummas Justinussen setti sær, tá hann fyri nøkrum árum síðani setti seg at kanna møguleikarnar fyri at fáa eina stórhøll til Føroyar.

- Okkara ungdómur hevur uppiborið ordiligar umstøður, bæði til innandura ítrótt og til konsertir.

- Eg kundi gott hugsa mær at sloppi at hoyrt til dømis Alan Jackson ella Bruce Springsteen í Føroyum. Men tað er ongin møguleiki, tí vit hava ikki umstøðurnar til tað.

- Eg vil eisini hava, at míni børn, sum hava stóran áhuga fyri hondbólti, fáa møguleika at síggja landsliðini spæla í Føroyum.

Ongin vinningur – men kann tryggja virksemi
Tummas Justinussen kenna vit sum driftigan vinnulívsmann handan skipafeløgini Skansi Offshore og Smyril Line og hotell- og matstovuvirksemið við tilknýti til Hotel Hafnia.

- Tú mást ikki misskilja meg. Her er ikki talan um eina íløgu fyri okkum, sum skal vinna seg innaftur. Her liggur ongin vinningur í fyri okkum, annað enn at vit tryggja virksemi og trivnað í býnum, sum kanska kann gagna okkara fyritøkum.

Tummas Justinussen fekk fatur á arkitektinum, sum hevði tekna eina multihøll til býin Volda í Noregi. Hann fekk fatur á arkitektinum, og spurdi um møguleikan fyri, at føroyingar kundu brúka hansara projekt sum fyrimynd til at gera eina líknandi høll í Føroyum.

[object Object]Frá framløguni á ráðhúsinum í gjár. Til høgru Dennis Holm, samskipari (Mynd: Sverri Egholm)

Projektið liggur klárt – fíggingin er eftir
Soleiðis byrjaði tað. Tummas setti seg í samband við onnur fólk innan vinnu- og handilslívið, sum kundu hugsa sær at hava áhuga í eini slíkari høll, og soleiðis komu Niels Mortensen, stjóri í SMS og nevndarformaður í Atlantsflogi, og Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, við.

Hesir fóru í gongd við at arbeiða víðari, og settu síðan Dennis Holm og Jógvan Emil Nielsen at arbeiða víðari við ætlanini.

Arbeiðið er nú komið so mikið langt, at tað fríggjakvøldið kundi leggjast fram fyri Tórshavnar býráð og seinni fyri fjølmiðlunum. Frammanundan høvdu teir fingið eina váttan frá býráðnum um at kommunan var sinnað at koma við helminginum av íløguni, sum skal til.

Talan er um eina íløgu á góðar 217 milliónir krónur við øllum, og Tórshavnar býráð hevur játtað at koma við teimum 108.

- Uppgávan nú verður at finna fígging fyri hinum helminginum. Tað verður ikki so, at vit í arbeiðsbólkinum koma við hinari helvtini, als ikki. Vit bjóða okkum fram sum privatpersónar, so tað er avmarkað, hvat vit kunnu koma við. Men vit hava longu sett okkum í samband við fleiri fólk, feløg og stovnar, og longu nú er tað fleiri, sum arbeiða fyri og saman við okkum at finna fígging, eitt nú frá útlendskum grunnum, sum kunnu vera áhugaðir at seta pengar í slíkar ætlanir.

- Nú fáa vit at síggja, um áhugi er til staðar, og um høllin verður til nakað. Vónandi verður hon tað, tí vit hava brúk fyri eini slíkari høll, um vit skulu varðveita tann trivnað og positivitet, sum hevur verið galdandi sum heild í Føroyum hesi seinastu árini.

Høll til nógv endamál
Teir vísa á, at fólkavøksturin hevur verið stórur í Føroyum hesi seinastu árini. Havnin er til dømis vaksin við 2.000 borgarum hesi seinastu fáu árini. Hetta er ein øgiligur vøkstur. Hrafturat hava Føroyar upplivað stóran áhuga frá fremmandafólki, sum eisini vilja sleppa at uppliva okkara land.

Høllin hevur fingið heitið Føroya Arena, tí hetta er ein høll, sum ikki bara er ætlað havnarfólki og høvuðsstaðarfeløgum.

Hetta er fyrst og fremst ein arena til at spæla innandura landsdystir í hondbólti, flogbólti og øðrum ítróttagreinum. Ein høll, sum lýkur øll altjóða mál til altjóða stevnur.

Hon er løgd í Havn, tí tað er her tey flestu fólkini eru, men – og tað er av stórum týdningi – tað er her, sum hotellkapasiteturin og matstovukapasiteturin er. Og hon er løgd við Stórutjørn oman fyri Hoyvík, tí hetta er ein trafikalur miðdepul, har tað stórt sæð verður líka skjótt at koma til hjá einum borgara í Eysturoynni, Vágum, Norðstreymoy og Sandoy, sum tað er hjá einum borgara, ið býr í høvuðsstaðnum.

[object Object]Tummas Justinussen, Niels Mortensen og Dennis Holm (Mynd: Sverri Egholm)

Íløgan vinnur seg innaftur
Tummas Justinussen er ivaleysur um, at íløgan upp á knappar 220 milliónir kemur at vinna seg inn aftur. Í hansara gerandisdegi eru 200 milliónir ikki so nógv, serliga ikki, tá hugsað verður um, hvat skip kosta í dag. Fermetraprísurin er eisini ógvuliga rímiligur, sambært Tummasi Justinussen, tí í prísinum er alt rokna við, eisini parkeringsøkið rundanum og neyðug útgerð inni í høllini.

- Fyri kommununa verður hetta ein góð íløga. Ímynda tær virðið í tí arbeiði, sum tey túsundtals fólkini, sum arbeiða sjálvboðið innan ítróttar-, frítíðar- og samkomulívi gera. Hesi fólkini skulu eisini hava ordiligar umstøður – annars falla tey frá. Ein stórhøll sum hendan lýkur hesi krøv nógv ár fram í tíðina.

- Um henda høllin kann vera við at forða fyri, at 15 ungfólk í kommununi enda í onkrum lorti, so hevur hon longu tjent seg innaftur, ljóðar pástandurin hjá framtakshugaða vinnulívsmanninum.

Fólkagrundarlagið má tryggjast
Tummas Justinussen hevur eisini eina persónligan áhuga við høllini. Ikki at fáa tónleikanøvn til Føroyar, tí “eg kann altíð fara til Danmarkar á konsert, tað havi eg ráð til”.

Men han hugsar eisini um, tá hansara ættarlið kemur í tann aldurin, at tað verður ein byrða fyri samfelagið.

- Vit mugu tryggja okkum, at tað eru arbeiðsfør fólk eftir í Føroyum, tá vit gerast gomul. Tí hevur tað so ómetaligan týdning, at skapa trivnað í landinum. Fólk skal tíma at búgva í Føroyum. Tey, sum fara av landinum, skulu tíma at flyta heimaftur.

- Eg eri sannførdur um, at ein slík høll kann vera við at bøta upp á hetta, sigur Tummas Justinussen.

[object Object]Modellmynd

Sjálvsognarstovnur
Føroya Arena verður eftir ætlan bygd við Stórutjørn, beint við rundkoyringina við endan av Løgmannabreyt. Grundvíddin á høllini verður 4.600 fermetrar. Bygt verður trimum hæddum, so samlaða gólvvíddin verður 8.350 fermetrar.

Byggifelagið Articon, sum hevur roknað upp á kostnaðin metir, at høllin kann byggjast fyri 218 milliónir krónur uttan mvg. Gjørd er ein rakstrarætlan, sum hevur fastar árligar útreiðslur á góðar 4,3 milliónir krónur – tá er góð hálv millión sett av til røkt. Mett verður ikki, at tað er nakar trupulleiki at fáa hesar pengar inn í leiguinntøkum meta fólkini handan verkætlanina.

Bygging og raksturin av høllini skal eftir ætlan leggjast í ein sjálvsognarstovn. Uppskot til viðtøkur er longu gjørt, og sambært hesum stendur ein fimmfólka nevnd fyri sjálvsognarstovninum, har Tórshavnar kommuna velur tveir, meðan ÍSF, Visit Faroe Islands og Vinnuhúsið velja hvør sín.

Talan er um eina multihøll, sum merkir, at høllin uttan stórvegis hóvasták kann býtast upp, so fleiri ítróttagreinar kunnu brúka høllina til venjing samstundis. Hallargólvið svarar til tveir hondbóltsvøllir. Hartil eru áskoðarapláss, sum lættliga kunnu dragast út, so høllin verður ein arena til altjóða stórdystir.

Til dømis ber til at spæla flogbólt á 6 vøllum samstundis ella 9 badmintonvøllum ella 19 borðtennisvøllum. Til stórar hondbóltsdystir verða umleið 2.700 sitipláss. Til konsertir kann høllin rúma um 3.600 sitiplássum ella umleið 4.600 standiplássum.

Meira um hesi tøl og upplýsingar eru at finna á heimasíðuni arena.fo   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2021

3 Leygardagur 30. oktober 2021

Farsóttarnevndin vil gera mun á fólki - løgmaður vil ikki

- Vit hava alla tíðina hildið fast við, at vit ikki gera mun á borgarum sum eru koppsettir og ikki koppsettir, sigur løgmaður. Tískil er koronupass heldur ikki ein partur av tilmælunum hesaferð, nú korona herjar aftur

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farsóttarnevndin vil gera mun á koppsettum ímóti koronu og ókoppsettum, men tað vil landsstýrið ikki.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við útvarpið farna sunnukvøld.

Landsstýrið tók sunnudagin politiska støðu til tilmæli frá farsóttarnevndini, sum eftir smittutølini, sum tóku seg upp móti endanum av farnu viku, settist til skundfund sunnudagin um støðuna.

Tað er serliga í Eysturoynni og Norðoyggjum, at tilburðirnir verða staðfestir í hesum døgum, og landsstýrið tók avgerð um at fylgja tilmælunum frá farsóttarnevndini so at skúlagongd í Klaksvík og á miðnámsskúlanum á Kambsdali varð avmarkað alla vikuna.

Harafturat varð eisini mælt til at minka um frítíðarvirksemi hja børnum og ungum. Mælt varð eisini til at útseta størri tiltøk, har børn og ung úr øllum landinum koma saman.

Men løgmaður og landsstýrið vildu ikki fylgja tilmælinum frá farsóttarnevndini um at avmarka tey, sum ikki hava latið seg koppseta. Sostatt kemur einki krav um koronupass á hesum sinni heldur.

- Farsóttarnevndin hevur enn einaferð mint á, at vit eiga at gera mun á koppsettum og ikki koppsettum. Tað vil siga at tey, sum eru koppsett, skulu hava lættari atgongd til ymiskt. Men har hava vit allatíðina hildið fast við, at vit ikki gera mun á borgarum, segði Bárður á Steig Nielsen við útvarpið.

- Tað er upp til borgaran sjálvan at taka avgerð um hann ikki vil koppseta seg, og einstaki borgarin má so taka tær fylgirnar tað kann hava fyri heilsuna at ikki lata seg koppseta, sigur løgmaður.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2021

4 Leygardagur 30. oktober 2021

Mæla til at doypa børnini uttan fyri vanliga kirkjutíð

Av tí at smittan serliga ferðast millum børn og ung mælir leiðslan í fólkakirkjuni til at vera serliga varin, tá barnadópur er, og til at avlýsa sunnudagsskúlar í kirkjutíð

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Vaksandi smittustøðið ávirkar eisini virksemið hjá fólkakirkjuni.

Leiðslan í fólkakirkjuni hevur samskift við læknafrøðiliga myndugleikan, og boðaði fyrr í vikuni frá, at tað verður mett ráðiligt, at gudstænastur verða hildnar við tí varsemi og serligu atlitum, sum vit kenna frammanundan, t.d. frástøðu og reinføri.

Tað er serliga millum børn og ung, at smittan ferðast í løtuni, og tí verður mett alneyðugt, at vit eru serliga varin, tá barnadópur er, eisini verður mælt til at avlýsa sunnudagsskúlar, boðar leiðslan í fólkakirkjuni frá í tíðindaskrivi..

Ynskiligt er, at so fá fólk sum møguligt eru til staðar í kirkjuskipinum, tá børn verða doypt, og mælt verður eisini til, at børn verða doypt uttanfyri vanliga kirkjutíð frá nú og allan november.

Í kirkjum/kirkjuhúsum, har sunnudagsskúli verður hildin í kirkjutíð, verður eisini mælt til, at hann verður avlýstur.

Seinastu dagarnar eru sera nógvir smittutilburðir staðfestir í Føroyum, og í gjár kunngjørdi landsstýrið nýggj tilmæli.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2021

5

Størv

Sjúkrarøktarfrøðingur til Giljagarð í Leirvík

Meira Umsóknarfreist:

Redovisningsmedarbetare till Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist:

Verkfrøðingur til Sev

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Í læru sum event-tøkningur

Meira Umsóknarfreist:

Skrivari til Vísindasiðseminevndina

Meira Umsóknarfreist:

Heilsuskúli Føroya søkir eftir tímalærarum

Meira Umsóknarfreist: 02. mai 2024

Lærarar til Miðnám í Suðuroy

Meira Umsóknarfreist:

Fyristøðufólk til Koltur

Meira Umsóknarfreist: 21. apríl 2024

Fólk til rammuverkstaðið - Atlanticpane

Meira Umsóknarfreist:

Vísindastarv í tólnet (IoT) til Náttúruvísindadeildina

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Sjúkrarøktarfrøðingur til Sjóvarlon - farloyvisstarv

Meira Umsóknarfreist: 28. apríl 2024

Royndur bókhaldari søkist vegna kunda

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2024
6 Leygardagur 30. oktober 2021

Heilsutrygd sett tveir kommunulæknar

Heilsutrygd hevur sett Jeaneth Løkjá og Thomas Berthou í starv sum kommunulækni í ávikavíst Suðurstreymoyar- og Norðoya læknadømi

Kommunulæknaviðtalan í Kirkjustræti í Hoyvík (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Heilsutrygd hevur sett tveir kommunulæknar í ávikavíst Suðurstreymoyar og Norðoya læknadømi.

Talan er um Jeaneth Løkjá og Thomas Berthou, skrivar Heilsutrygd á heimasíðuni.

Jeaneth Løkjá er sett í starv sum kommunulækni í Suðurstreymoyar læknadømi, í Læknahúsinum í Hoyvík. Hon er sett í starvið, sum Guðrun Mortensen hevur røkt seinastu árini.

Jeaneth Løkjá nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2011 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í mars 2021.

Jeaneth hevur seinastu tíðina arbeitt sum kommunulæknaavloysari á Sandi og aðrastaðni í Føroyum. Hon tekur við starvinum 1. januar 2022.

Heilsutrygd hevur eisini sett Thomas Berthou í starv sum kommunulækni í Norðoya læknadømi. Thomas er settur í starvið, sum Magnus Magnussen í mong ár røkti.

Thomas Berthou nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2007 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í 2014. Hann arbeiddi sum kommunulæknaavloysari í Klaksvík eitt hálvt ár og hevur síðan arbeitt sum kommunulækni í Tønder í Suðurjútlandi.

Thomas Berthou tekur við starvinum 1. august 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2021

7 Leygardagur 30. oktober 2021

Regin Hammer ikki longur formaður í Bústøðum

Stýrið hevur skipað seg av nýggjum við Onnu Mariu Joensen sum forkvinnu

Anna Maria Joensen, til vinstru, situr nú við borðendan í stýrinum fyri Bústaðir
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stýrið fyri Bústaðir skipaði seg mánadagin av nýggjum eftir orrustuna millum Regin Hammer, stýrisformann, og stjóran, Andras Róin.

Hetta fekk millum annað løgmann til  at senda landsstýriskvinnuni við bústaðarmálum, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, boð um at bera so í bandið, at stýrið kann gerast arbeiðsført aftur.

Í tíðindaskrivi týsmorgunin boðaði Andras Róin, stjóri, frá broytingunum í stýrinum.

Tíðindaskrivið er soljóðandi:

Stýrið fyri Bústaðir hevur á fundi einmælt samtykt at skipa stýrið av nýggjum. Anna Maria Joensen verður nýggj forkvinna.

Stýrið harmast ófriðin, sum hevur verið í og kring Bústaðir seinastu tíðina. Stýrið hevur viðgjørt støðuna og er samt um at leggja ósemjur til viks og at líta frameftir. Stýrið fer at hugsavna seg um ta týðandi uppgávu, sum Bústaðir hava í føroyska samfelagnum.

Í stýrinum fyri Bústaðir sita Anna Maria Joensen, forkvinna, Emmy Joensen, Una Joensen, Regin Djurhuus Hammer og Tom Silvurdal.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2021

8 Leygardagur 30. oktober 2021

Framtak hevur sett Ben Arabo sum stjóra

Ben Arabo verður nýggjur stjóri í Framtak. Hann tekur við 1. november

Ben Arabo (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nevndin í Framtak hevur sett Ben Arabo sum nýggjan stjóra. Ben Arabo er 48 ára gamal, útbúgvin búskaparfrøðingur og hevur nógvar og ymiskar leiðsluroyndir, bæði í Føroyum og uttanlands. Hann tekur við starvinum 1. november.

Uppgávan hjá nýggja stjóranum verður framhaldandi at menna Framtak og tað samstarv sum Framtak hevur út í vinnuna og við aðrar áhugapartar í Føroyum og uttanlands. Stjórans uppgáva verður at meta um nýggjar íløgumøguleikar og, tá tíðin er røtt, at realisera vinning frá gjørdum íløgum.

Christian Danielsen, nevndarformaður í Framtak sigur:

- Vit eru glað fyri at kunna seta Ben Arabo í starv sum stjóra i Framtak. Framtak hevur ein týdningarmiklan leiklut í føroyskari vinnumenning, og førleikarnir hjá honum og royndirnar passa væl til uppgávuna.

Ben Arabo, nýsettur stjóri, sigur:

- Eg eri spentur uppá uppgávuna, og at arbeiða við teimum íløgum, ið Framtak hevur gjørt umframt við nýggjum íløgum og verkætlanum. Eg gleði meg til at halda fram við arbeiðnum, ið Framtak hevur gjørt gjøgnum árini, og at tryggja, at Framtak framhaldandi verður ein aktivur partur av føroyska íleggjaraumhvørvinum.”

Nevndin vil eisini takka fráfarandi stjóranum, Niels Dann West, fyri góða og drúgva tænastu, nú hann hevur valt at fara frá fyri aldur. Niels Dann West hevur verið stjóri í Framtak síðan stovnan í 1994, burtursæð frá einum stuttum tíðarskeiði, og hevur sostatt sín serstaka lut í at leiða og mynda grunnin.

Framtak hevur ein virknan leiklut sum íleggjari í føroyskt vinnulív. Endamálið er at virka sum kveikjari fyri at menna og fjøltátta føroyska vinnulívið, samfelagnum at gagni.

Framtak hevur eina serstaka uppgávu. Vit vilja virka sum ígongdsetari í føroyskum vinnulívi, bæði tá ið tað snýr seg um eldri stovnsettar fyritøkur og møguligar framtíðar fyritøkur.

Sum vágafúsur og tolin íleggjari, hevur Framtak møguleika at menna vinnur, har nýskapan og langtíðarætlanir eru neyðugar, og fíggjarligi vinningurin kanska ikki er her og nú, men longri frammi í tíðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2021

9 Leygardagur 30. oktober 2021

Posta Logistics kosin Børsen Gazelle fyri aðru ferð

Stórt herðaklapp til starvsfólkini í Danmark og í Føroyum, sigur stjórin á Posta Logistics

Sølu og frakttoymið á Posta. Ovast frá vinstru: Anja Gleðisheygg, Maud C. á Geilini, Arina Bischoff, Rose Sarr Hjaltalin, Elin Danielsen, Marjun Johannesen, Lea Leitisstein Sørensen, Kristina av Húsabrúgv. Niðast: Janina Weber, Karl Johannesen, Ingun Olsen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Dóttirfelagið hjá Posta, logistikkfyritøkan Posta Logistics í Danmark, hevur fingið Børsen Gazelle viðurkenningina fyri aðru ferð. Fyrstu ferð var í 2019.

Børsen Gazelle verður latin fyritøkum, ið vaksa samanhangandi ár eftir ár, og í minsta lagi hava tvífaldað umsetningin ella bruttoúrslitið seinastu fýra árini.

- Hetta er eitt stórt herðaklapp til starvsfólkini í Danmark og starvsfólkini í Føroyum. Hóast tað er danska deildin, sum hevur hevur fingið viðurkenningina, so hava øll starvsfólkini luttikið, sigur Ole Rosengreen Martensen, stjóri á Posta Logistics.

- Vit samstarva tætt hvønn einasta dag um at fáa sendingar skynsamt til og úr Føroyum og starvsfólkini hava øll gjørt eitt megnar arbeiði, sigur Ingun N. Olsen, fraktleiðari á Posta.

Posta Logistics byrjaði virksemið í 2015 og hevur síðan fleirfaldað bæði umsetning og talið av starvsfólkum til nú at fevna um 11 starvsfólk. Endamálið við at seta Posta Logistics á stovn var millum annað fyri at handfara flutningin millum Føroyar og Danmark enn betur og at veita eina enn betur tænastu.

- Vit hava upplivað stóran vøkstur í virkseminum seinastu árini. Tí er tætt samstarv ein fortreyt fyri at fáa sendingarnar trygt fram og hetta veit eg, at okkara viðskiftafólk seta prís uppá, sigur Arina Bischoff, søluleiðari á Posta.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2021

10 Leygardagur 30. oktober 2021

Talið á gistingum tvífaldað í september

Talið á gistingum á føroysku gistingarhúsunum var 20.604 í september, og tað er met fyri september

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

20.604 gistingar vóru skrásettar á føroysku gistingarhúsunum í september, og tað er met fyri september, skrivar Havstovan.

Samanborið við september mánað í fjør er talan um ein vøkstur á 94 prosent. Í mun til 2019 er vøksturin 30 prosent.

Talið á gistináttum í september var nærum 10.000 fleiri enn sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Talið á gistináttum hjá dønum vaks við 79 prosent í mun til sama mánað í fjør, meðan talið á gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2021

11 Leygardagur 30. oktober 2021

Føroyskir fjallabjargarar innlimaðir í altjóða bjargingarfelagsskapin ICAR

Umsóknin hjá fjallabjargarunum varð send á vári 2020, og hevur hon verið viðgjørd av ICAR á sumri 2021. Nú eru teir so upptiknir í ICAR

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarkvøldið 23. oktober vórðu føroysku fjallabjargarnir upptiknir í altjóða felagsskapin ICAR (International Commision for Alpine Rescue).

Árligi aðalfundurin hjá ICAR var umvegis netið. Talan var um ein fund, sum var seinkaður vegna koronu.

Umsóknin hjá fjallabjargarunum varð send á vári 2020, og hevur hon verið viðgjørd av ICAR á sumri 2021.

Fyri at vera upptikin, hava fjallabjargarnir dokumenterað sínar førleikar og royndir. Saman við umsóknini var ein vidoeframløga, og hartil hava teir fingið viðmæli frá íslendska bjargingafelagsskapinum, Landbjørg í Íslandi, boða teir frá í tíðindaskrivi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2021

12 Leygardagur 30. oktober 2021

Famjinstunnilin og ringvegurin avgreiddir á tingi

Full semja um hesi mál – eisini um at veita stuðul til avlýstar tónleikafestivalar

Henda brúgvin um Hoydalsá við Sundsvegin hevur leingi staðið klár, men óbrúkilig, og bíðað eftir eini avgerð (Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Uttan atkvøðugreiðslu vóru verklagslógirnar um nýggjan Famjinstunnil og uttara ringveg til havnar samtyktar á Løgtingi í hósdagin.

Sostatt varð einki burtur úr hóttanum úr Vágum og Norðoyggjum, sum ætlaðu at fáa síni umboð á tingi at atkvøða ímóti hesum so leingi sum gjald framvegis verður tikið fyri at koyra gjøgnum tunnlarnar undir Vestmannasung og Leirvíksfjørð.

Ongin tók orðið, til triðju og endaligu viðgerð av hesum málum, og øll 30 tingfólkini í salinum atkvøddu fyri.

Sostatt hevur løgtingið nú endaliga samtykt, at farast skal undir at bora Famjinstunnil og tilhoyrandi vegir fyri í mesta lagið 169 milliónir krónur.

Eisini samtykti løgtingið at fara undir at gera uttara ringvegin norðan fyri Hoyvík frá rundkoyringin, ið er gjørd oman fyri Sandvíkarhjalla til, vestur til Villingardalsvegin, gjøgnum tunnil til Hotel Føroyar og oman til skúlaøkið í Marknagili.

Talan er um at landskassin stuðlar arbeiðinum við í mesta lagið 110 milliónum krónum, sum verða játtaðar yvir fimm ár.

Nýggi ringvegurin skal vera uttan forðingar sum ferðslubungur og tílíkt, soleiðis at hámarksferðin kann haldast, og ferðslan tarnast minst møguligt, sendur í lógaruppskotinum.

Stuðul til tónleikafestivalar
Løgtingið er eisini sinnað at veita neyðuga játtan til at stuðla tónleikafestivalunum, sum hava verið noyddir at avlýsa vegna korona í tíðarskeiðinum frá januar til september í ár.

Stuðulin verður roknaður eftir talinum á atgongumerkjum, ið skulu endurrindast. Stuðulin kann tó samanlagt í mesta lagi svara til 85 prosent av útreiðslunum í sambandi við fyrireikingina av viðkomandi festivalií 2021, stendur at lesa í lógaruppskotinum, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, hevur lagt fyri tingið.

Málið varð til aðru viðgerð í tinginum hósdagin, og varð einmælt samtykt. Málið skal hava eina viðgerð afturat.

Mett verður at kostnaðurin landskassans av hesum uppskoti verður 4,25 milliónir krónur. Samtyktin í vikuni innibar ikki hesa játtanina. Játtanin liggur í einum uppskoti um eykafíggjarjáttan, sum í løtuni verður viðgjørt í fíggjarnevndini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2021

13 Leygardagur 30. oktober 2021

Tórmóður Stórá fekk ársins ADHD viðurkenning

– Tórmóður er eldhugaður í arbeiði sínum og eisini í frítíð síni ger hann ein stóran mun innan økið við at Føroya fólk hava fingið betri innlit í ADHD/ADD, sigur ADHD-felagið

(Mynd: ADHD-felagið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin 23. oktober hevði ADHD-felagið limafund á Hotel Hafnia, og í hesum sambandi varð ársins ADHD viðurkenning 2021 eisini latin.

Ársins viðurkenning varð latin Tórmóði Stórá.

– Í arbeiði sínum sum leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum hevur Tórmóður gingið á odda fyri at skapa ADHD-tilvit og at menna ADHD klinikkina. Tórmóður er eldhugaður í arbeiði sínum og eisini í frítíð síni ger hann ein stóran mun innan økið við at Føroya fólk hava fingið betri innlit í ADHD/ADD.

– Tórmóður er sera samstarvssinnaður og er altíð fúsur at hjálpa og taka lut í tí, sum ADHD-felagið skipar fyri, skrivar felagið.

– Í Føroyum gongur Tórmóður á odda, tá tað kemur til gransking og vitan um ADHD/ADD, og er hann altíð til dystin fús at geva víðari av vitan síni. Í sínum starvi hevur hann havt ein avgerandi leiklut í lívinum hjá nógvum fólkum, til tess at hesi kunnu liva eitt gott lív við neuropsykiatriska órógvi teirra.

– Tórmóður hevur tikið risa tøk til gagns fyri fólk við ADHD/ADD og avvarðandi teirra. Tí eigur hann ein stóran part av æruni, at vit í Føroyum eru komin so langt sum vit eru við at skapa ADHD tilvit og viðurkenning.

– ADHD-felagið takkar Tórmóði fyri ótroyttiliga ágrýtni hansara og fyri sera gott samstarv.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2021

14 Leygardagur 30. oktober 2021

Landshandilin ársins rúmligi arbeiðsgevari

Landshandilin, við Ingvardi Vang á odda, hevur megnað at givið unga manninum eitt trygt og gott arbeiðspláss

Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttir, landsstýriskvinna, og Ingvard Vang, heilsøluleiðari
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Almannaverkið hevur kosið Landshandilin, sum ársins rúmliga arbeiðsgevara, og í hesum sambandi helt Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna við almannamálum, røðu og handaði heiðursbræv og standmynd.

Tað eru starvsfólk í Almannaverkinum, ið hava innstillað teir arbeiðsgevarar, sum tey farna árið hava mett at hava uppiborið heiðurin Ársins rúmligi arbeiðsgevari, tí arbeiðsgevararnir hava gjørt serligan mun, tá tað snýr seg um at hava fólk við serligum tørvi í starvi.

Í grundgevingini fyri, hví Landshandilin hevur uppiborið heiðurin sum ársins rúmligi arbeiðsgevari, stendur m.a.:

Landshandilin, við Ingvardi Vang á odda, hevur megnað at givið unga manninum eitt trygt og gott arbeiðspláss. Við tolsemi og nærlagni hava tey givið sær stundir til at læra unga mannin at kenna og tillaga arbeiðsuppgávurnar hjá honum til hansara førleikar, samstundis sum hann hevur fingið ábyrgd og ein týðandi leiklut á arbeiðsplássinum.

Við vælvild og rúmlighet hevur Landshandilin skapt eitt arbeiðspláss til ein borgara við avbjóðingum og afturfyri fingið eitt ábyrgdarfult starvsfólk, sum megnar sín týðandi leiklut.

Heiðurin, Ársins rúmligi arbeiðsgevari, var latin í 2015 til EL-Net, í 2017 til Reyni Service og í 2019 til Sandavágs Timburhandil.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2021

15 Leygardagur 30. oktober 2021

Tunnilshaldið kann nú avgreiðast á Vanganum

Tunnilsfelagið er 8. tænastuveitari á Vanganum og fyrsta almenna partafelag at gerast partur av Vanganum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú er Tunnil vorðin partur av Vanganum, og sostatt ber til at avgreiða og umsita síni tunnilshald og gjøld á Vanganum. Eisini ber til at síggja yvirlit yvir túrarnar, ein hevur koyrt gjøgnum undirsjóvartunnlarnar, upplýsa Tunnil og Talgildu Føroyar í tíðindaskrivi.

Tunnil er 8. tænastuveitari á Vanganum og fyrsta almenna partafelag at gerast partur av Vanganum.

Ein fær atgongd til Vangan við Samleikanum. Sostatt brúkar ein ein og sama máta at rita inn og sleppur undan at hava fleiri brúkaranøvn og loyniorð.

Útvið 28.000 fólk hava fingið sær Samleikan og hava harvið atgongd til Vangan.

Hevur ein ikki tunnilshald frammanundan, ber til at tekna tað inni á Vanganum. Tað er bíligari at koyra gjøgnum tunnlarnar við haldi enn at gjalda fyri stakar túrar.

Tunnilshaldið er fyrsta gjaldstænasta á Vanganum, og fara vit at síggja fleiri líknandi tænastur á Vanganum komandi tíðina, verður upplýst.

– Við hesum hava vit knýtt tvey týðandi undirstøðukervi saman, sum er til gagns fyri brúkaran. Endamálið hjá báðum er at knýta føroyingar saman, siga Tunnil og Talgildu Føroyar, sum fegnast um samstarvið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2021

16 Leygardagur 30. oktober 2021

Samleikin og Vangin eitt ár

Gott og væl 27.000 brúkarar í aldrinum 15 til 94 ár eru nú á Samleikanum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikudagin var eitt ár liðið, síðani Samleikin og Vangin vóru tikin í nýtlslu og sigast má, at føroyingar hetta árið hava tikið væl ímóti talgildu loysnunum.

Samleikin verður brúktur av gott og væl 27.500 brúkarum í aldrinum 15 til 94 ár um alt landið. Samanlagt hava tey ritað inn við Samleikanum nærum 650.000 ferðir. Samleikin kann brúkast at rita inn hjá 9 ymiskum tænastuveitarum, har Vangin er ein teirra.

Á Vanganum bjóða almennir stovnar og kommunur fram sjálvgreiðslur, har borgarin kanst fáa innlit í sínar dátur, senda inn umsóknir av ymiskum slag, og samskifta við Mínboks. Í summar byrjaði Akstovan, sum fyrsti tænastuveitari, at bjóða viðskiftafólkum sínum talgilda undirskrift til eigaraskifti av bilum. Meira enn 250 privat eigaraskifti hava síðani verið framd talgilt umvegis Vangan.

Áhugin fyri at gerast partur av Vanganum er stórur. Nógvir stovnar og fyritøkur eru farnar undir at menna tænastur á Vanganum. Av kommunum er tað í løtuni Tórshavnar Kommuna, sum er umboðað á Vanganum, men Talgildu Føroyar samstarva við 19 aðrar kommunur og øll 7 eldrasamstørvini, sum fara at leggjast aftrat Vanganum um ikki alt ov langa tíð.

 Framyvir verður Samleikin enn størri partur av talgilda gerandisdegnum hjá føroyingum, tá ið fleiri talgildar tænastur fara at brúka Samleikan. Føroysku peningastovnarnir hava boðað frá, at teir fara at brúka Samleikan sum innritan til netbankarnar tíðliga næsta ár, og í næstum verður Samleikin góðkendur í Danmark, soleiðis at føroyingar í komandi ári kunnu brúka Samleikan at innrita í danskar tænastur.

- Við nýggja talgilda undirstøðukervinum hava Føroyar tikið eitt risafet á talgildingarleið. Uppgávan nú er at gagnnýta undirstøðukervið og at troyta allar teir nógvu møguleikar, ið standa fyri framman. At so nógv hava brúkt Samleikan og Vangan seinasta árið sigur okkum, at føroyingar hava havt tørv á hesum loysnum. Í Talgildu Føroyum hava vit í dag eitt dugnaligt og sterkt toymi, sum er klárt at taka móti nýggjum avbjóðingum, at flyta Føroyar enn longur fram á talgildingarleið sigur Nicolai Balle, verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyum.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2021

17 Leygardagur 30. oktober 2021

Barnabati og LGBT fingu stuðul frá Jólamerkjagrunninum

Nú eru jólamerkini fyri 2021 klár – myndir av blómuprýddum lombum

LBGT+ fekk 90.000 krónur frá Jólamerkjagrunninum í fjør
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jólamerkjagrunnurin hevur til endamáls at býta út ágóðan av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út á hvørjum ári. Hvørja ferð tú keypir jólamerki, fer vinningurin til Jólamerkjagrunnin, sum letur stuðul til samfelagsgagnligar verkætlanir fyri børn og ung. Freistin at søkja stuðul úr Jólamerkjagrunninum er 31. oktober 2021. 

Stuðul til Barnabata og LGBT+
Í fjør varð stuðul latin til Barnabata og LGBT áljóðandi í alt 290.000 krónur.

Barnabati veitir fíggjarligan stuðul til føroyskar barnafamiljur í samband við jól og  føðingardagar umframt stuðul til frítíðarítriv. Jólamerkjagrunnurin handaði í 2020 Barnabata 200.000 krónur til jólahjálpina, sum fór beinleiðis til føroysk børn í fátækraváða.

- Tað kann vera torført at fáa endarnar at røkka saman upp til jóla. Tí vóru vit serstakliga glað um stuðulin frá Jólamerkjagrunninum, sum var við til at stuðla næstan 600 føroyskum børnum, so tey kundu fáa eini góð jól, og at børnini eins og teirra javnaldrar fingu gávur um høgtíðina, sigur Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.

Jólamerkjagrunnurin veitti í fjør eisini LBGT+ 90.000 krónur til verkætlanir til at betra um sálarheilsuna hjá ungum føroyskum LGBT’arum. Stuðulin var oyramerktur til miðvíst at arbeiða við sjálvhjálpsbólkum í LGBT høpi.

- Vit vóru takksom fyri stuðulin. Tað er tørvur á sjálvhjálpsbólkum, og stuðulin frá jólamerkjagrunninum hevur hjálpt okkum at seta teir á stovn og byrja tað arbeiði, sigur Annika S. Vang, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar.  

[object Object]

Blómuprýdd lomb í ár
Jólamerkini 2021 eru nú klár og kunnu keypast á Posta og stamps.fo frá 4. november. Í ár hevur Harriet Olafsdóttir tikið myndir til jólamerkini, og kostar arkið 30 krónur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2021

18 Leygardagur 30. oktober 2021

Dagpengar til foreldur, sum eru heima hjá børnum, orsakað av covid-19

Foreldur skulu kunna fáa dagpening, tá barn, yngri enn 14 ár, fær staðfest smittu ella verður mælt til at vera heima í sóttarhaldi, sigur landsstýriskvinnan við almannamálum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– Er barn títt smittað við covid-19 ella er barnið sett í sóttarhald, tá skal tú verða fevndur av dagpengalógini.

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við almannamálum, sum hevur sent Løgtinginum eitt uppskot um at broyta dagpengalógina soleiðis, at foreldur kunnu fáa dagpening, tá barn, yngri enn 14 ár, fær staðfest smittu ella heilsumyndugleikarnir mæla barninum til at fara í sóttarhald.

Vit eru aftur komin í eina bráðfeingis støðu, og tí mugu vit handla beinanvegin, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum fer at biðja Løgtingið um at víkja frá øllum tíðarfreistum, soleiðis at foreldur ikki nýtast at stúra um inntøkuna, tá barnið verður rakt av covid-19.

Tey, sum longu hava verið fyri inntøkumissi, fara eisini at fáa rætt til fíggjarligan stuðul fyri mistu inntøkuna, tí ætlanin er, at lógin skal virka afturvirkandi frá 15. september.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2021

19 Leygardagur 30. oktober 2021

Ein kampur fyri framman

Føðingardagurin hjá Pól Sundskarð sunnudagin var ikki júst, sum hann ætlaði. Men hann er komin upp at ganga

Pól Sundskarð og konan Bjørg á Lava Sundskarð á Ríkissjúkrahúsinum (Privatmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrr í mánaðinum var kendi fjallagangarin Pól Sundskarð óheppin og gleið av Syðringarskarð á veg oman í Strandadal á Borðoynni.

Hann kom illa til skaða, og hevur á Ríkissjúkrahúsinum verið undir skurð í rygginum.

Pól Sundskarð fylti 64 ár sunnudagin og legði eina heilsan út á Facebook. Hann er nú komin upp at standa, og nú verður venjing á skránni.

- Túsund takk fyri allar heilsanar og bønir á mínum føðingardegi. Dagurin bleiv ikki hildin har vit ætlaðu at vera. Nú er ein kampur fyri framman, og higartil hevur gingið væl, skrivaði Pól Sundskarð saman einari mynd av honum og konuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2021

20 Leygardagur 30. oktober 2021

Gevst eftir 28 ár í kirkjunnar tænastu

Jákup Símun Simonsen er ikki á listanum til kirkjuráðsvalið týsdagin

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Jákup Símun Simonsen verður ikki millum nøvnini á vallistanum, tá hoyvíkingar skulu velja nýtt kirkjuráð týsdagin 2. november.

Jákup Símun takkar fyri seg eftir at hava verið kirkjuráðslimur í samfull 28 ár. Hann var í kirkjuráðnum fyri Havnar kirkju, og tá Hoyvíkar kirkja kom, gjørdist hann limur í kirkjuráðnum fyri Hoyvíkar kirkju, har hann hevur verið formaður øll árini.

Jákup Símun Simonsen var eisini formaður í kirkjuráðnum fyri Havnar kirkju tey seinastu fýra árini hann var har.

Jákup Símun er 55 ára gamal og í samrøðu við Kirkjutíðindi, sum koma út nú um dagarnar, sigur hann, at kirkjugongd hevur verið ein nátúrligur partur av uppvøkstrinum. Hann tók við sessinum í kirkjuráðnum í Havn eftir pápan Aksel Simonsen, sum doyði í góðum árum.

Jákup Símun var eisini limur í bygginevndini, sum stóð á odda tá Hoyvíkar kirkja varð bygd. Hetta var eitt stórt tak.

Kirkjuráðsvalið verður sum sagt týsdagin 2. november. Í Hoyvík stilla 12 fólk upp til valið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2021

21
Leygardagur 30. oktober 2021

Sildin er sein á veg í ár

Hon er umleið ein mánað seinni í ár enn undanfarnu ár at koma út um fiskimarkið, men vit vita ikki, sigur skiparin á Finni Fríða

Andri Hansen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Vit hava roynt eftir sild á Eysturlandinum við Ísland. Túrurin gjørdist góður, tí vit hava umleið 1400 tons av góðari sild. Tað sigur Andri Hansen, skipari, á Finni Fríða.

- Vit, saman við øðrum skipum, hava bíðað eftir, at sildin skuldi koma út av íslendska landgrunninum, og út um 50 fjórðingar, so vit kunnu royna eftir henni. Hon er umleið ein mánað seinni í ár enn undanfarnu ár at koma út um fiskimarkið, men vit vita ikki, hví, sigur hann.

- So kom eitt rend svimjandi eystureftir við væl av ferð, og vit fylgdu henni. Tað gav góðan fiskiskap í hálvt annað samdøgur, og so hvarv tann sildin. Nú liggja skipini og bíða eftir, at næsta rendið kemur eystureftir. Hesa tíðina í fjør var sildin nógv eystari, og vit fiskaðu hana í føroyskum sjógvi, segði Andri við sjómanstrúboðaran, tá hann vitjaði umborð meðan skipið landaði á Tvøroyri í vikuni.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Støddin á sildini er góð, men heldur minni enn undanfarnu ár. Tað kemst av, at tilgongdin av smáari sild er góð, og tað er gott, men tað ger samstundis, at støddin er heldur minni. At vit fiska sildina væl seinni í ár enn vanligt, hevur ta góðu fylgju, at minni æti verður í henni og harvið verður góðskan betri, sigur hann.

- Her á Varðanum Pelagic, verður meginparturin av sildini frystur heil, meðan nakað verður flakt. Summir keyparar vilja hava heilfrysta sild, meðan aðrir vilja hava fløk. Eftirspurningurin ger av, hvussu hon verður hagreidd, sigur Andri.

Finnur Fríði fór aftur á sildaveiðu, tá teir høvdu landað. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2021

22
Leygardagur 30. oktober 2021

Selja bjargingarbát fyri 250.000 krónur

Gamli bjargingarbáturin hjá Eiðis Bjargingarfelag er settur til sølu

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Gamli Rescue Vón hjá Eiðis Bjargingarfelag er settur til sølu, sum var í nýtslu til fyrr í ár. Hann varð keyptur frá Redningstjenesten í Noreg í 2012 og hevur síðani verið partur av tilbúgvingini í Føroyum.

Báturin er bygdur í 1998, men Eiðis Bjargingarfelag sigur, at nógv útgerð er skift síðani báturin kom til Føroya.

Prísuppskotið fyri smáar 10 metra langa bátin úr aluminium er 250.000 krónur. Báturin siglir 30 sjómíl.

Báturin verður seldur um nøktandi boð fæst, verður sagt.

Nýggi Vón er bygdur í Írlandi til bjargingarfelagið á Eiði, og er sama slag sum Sverri í Vágum. Bátarnir eru 19 bruttotons, góðar 14 metrar langir og fýra metrar breiðir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2021

23 Leygardagur 30. oktober 2021

Ungdómsráðið í Eysturkommunu havt sín fyrsta fund

27. oktober hevði ráðið við ungum úr 6. - 10. flokki í kommununi fyrsta fundin

Aftast frá vinstru: Birna Pálsdóttir Isholm, Hallur Foldbo og Andrea Akselsdóttir. Fremst frá vinstru: Ári Hansen, Per Martin Gregersen, borgarstjóri, og Dagur Tórheðinsson (Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrr í ár samtykti býráðið í Eysturkommunu at seta á stovn eitt ungdómsráð, umboðandi ung frá 6. til 10. flokk. Umframt hesi, situr borgarstjórin og eitt umboð úr umsitingini í ráðnum.

Sambært reglugerðini fyri ráðið, skulu í minsta lagi tveir fundir verða hildnir árliga, og mikudagin 27. oktober varð so fyrsti fundurin hildin.

– Hugaligt var at hoyra, hvørjar tankar og meiningar tey ungu høvdu um viðurskifti í Eysturkommunu, sum eru viðkomandi fyri tey ungu. Fleiri viðurskifti vórðu til umrøðu og tað var eitt gott og gevandi kjak, sum borgarstjórin kundi taka við sær til víðari umrøðu og viðgerð í politisku skipanini, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Í Eysturkommunu ungdómsráð sita:
Umboð fyri 6. flokk: Ári Hansen
Umboð fyri 7. flokk: Dagur Tórheðinsson
Umboð fyri 8. flokk: Andrea Akselsdóttir
Umboð fyri 9. flokk: Birna Pálsdóttir Isholm
Umboð fyri 10. flokk: Hallur Foldbo
Umboð fyri Eysturkommunu eru: Per Martin Gregersen, borgarstjóri og Ove Heinesen, skrivari

Sambært Eysturkommunu er næsti fundur hjá ungdómsráðnum ásettur at verða í januar komandi ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2021

24 Leygardagur 30. oktober 2021

Eingin skoytibreyt í Havn í vetur

Tað er trupult at staðseta eina slíka, og í ár ber ikki til at brúka parkeringsøki í Gundadali, á Vaglinum ella í Vágsbotni, sigur kommunan

Okkurt árið hevur skoytibreytin verið á Vaglinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tey sum høvdu glett seg til at sleppa at skoyta í høvuðsstaðnum í vetur, mugu brynja seg við tolið. Tað verður eingin breyt sett upp í ár, boðar Tórshavnar kommuna frá.

Arbeitt verður við eini varandi loysn viðvíkjandi eini skoytibreyt í Havn, sum eftir ætlan skal takast í nýtslu næsta heyst.

Men nú í vetur verður ongin skoytibreyt. Trupult er at staðseta eina breyt sum er, og í ár ber hvørki til at taka parkeringsøki til skoytibreyt í Gundadali, á Vaglinum ella í Vágsbotni.

[object Object]
Í fjør var skoytibreytin á niðara vølli í Gundadali (Mynd: Tórshavnar kommuna)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2021

25 Leygardagur 30. oktober 2021

Spakin settur í fyri randarhúsum á Høganesi

Seks randarhús verða bygd á Høganesvegi á Toftum

(Mynd: Byggivirkið KBH)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farna hósdag varð spakin settur í til seks serstøk randarhús, ið Byggivirkið KBH letur byggja, framvið Høganesvegi í Nes Kommunu.

Randarhúsini eru staðsett í náttúruvøkrum umhvørvi við sera góðum útsýni yvir Skálafjørðin.

Randarhúsini verða partur av spennandi framtíðar býlingi í økinum, har Nes Kommuna nýliga hevur longt Høganesveg, og gjørt klárt til nýtt sethúsaøki. Í hesum nýggja umhvørvinum, fara nógvar ungar familjur at búleikast í nærmastu framtíð, skrivar kbh.fo á heimasíðuni.

Randarhúsini verða bygt í tveimum ymiskum sniðum í tveimum hæddum.

Hvørt randarhús hevur ávikavist trý og fýra kømur umframt alrúm við køki og stovu.

Jørðarbeiðið verður væntandi liðugt undan jólum og gongd verður sett á at byggja fyrst í nýggja árinum.

[object Object](Mynd: Byggivirkið KBH)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2021

26 Leygardagur 30. oktober 2021

Verkætlanin á Ólavsvegi gongur eftir ætlan

Níggju grundøki verða gjørd á Toftum, og arbeiðið at gera vegin verður væntandi liðugt fyri árslok

(Mynd: Nes kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Um miðjan apríl varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og JHR-enterprenørar at gera veg til níggju grundøki á Ólavsvegi, sum er framhald av Gaddavegnum.

Tað skrivar Nes kommuna á heimasíðuni.

Arbeiðið uppá at gera vegin varð boðið út til seks arbeiðstakarar. JHR átti lægsta tilboðið.

Nes kommuna ber sjálv kostnaðin av at leggja ávísar leiðingar.

Tað er Teknistovan í Gøtu v/Henning Olsen og Jens Kl. Jacobsen, sum tekur sær av teknisku vegleiðingi og eftirlitinum fyri Nes kommunu.

Arbeiðið at gera vegin gongur eftir ætlan. Vegurin verður væntandi liðugur fyri árslok.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2021

27 Leygardagur 30. oktober 2021

Heiðra trý føroysk ikon á Faroe Best-tiltakinum

Heiðurslønir til føroysku matstovuvinnuna verða handaðar á galladøgurða 21. november

John Mikkelsen (Mynd: Hanna Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Umframt at velja ársins matstovu, ársins kokk og alt møguligt annað innan føroyska matstovuvinnu, verða eisini tríggir føroyingar heiðraðir, sum serligar ikonir innan økið, tá skipað verður fyri galladøgurða á matstovuni Húsagarður á Hotel Brandan leygarkvøldið 21. november.

Henda dagin kemur føroyska matstovuguidin, Faroe Best Guide, út á fyrsta sinni.

Tað er Bent Christensen, sum í fleiri ár hevur givið út Den danske Spiseguide, ið hevur tikið stig til hesa útgávuna. Talan er um ein bókling, ið kunnar og vegleiðir um hvar tað er gott at eta í Føroyum.

Teir tríggir, sum verða heiðraðir eru Gutti Winther, Birgir Enni og John Mikkelsen.

Gutti Winther er kokkur og matmiðlari. Til fyri nýggjum hevði hann egnan køk sum gjørdi mat til serlig tiltøk.

Birgir Enni er kendur sum undangongumaður innan borðreiðing av sjógæti, sum hann fyri tað mesta hevur serverað umborð á Norðlýsinum, tá hann stóð fyri tí serliga siglandi tilboðnum.

Og John Mikkelsen er ein av føroya royndastu tænarum og vínkennarum. Hann er vertur fyri matstovurnar hjá Gist og Vist í Gongini í Havn, í einum kallað Heima í Havn.

Á tiltakinum í Húsagarði verður Leif Sørensen eisini heiðraður enn einaferð, tí hann fyrr er valdur sum ikon fyri sítt kokkakynstur av Den danske Spiseguide.

Til galladøgurðan fæst at vita hvørjar grundgevingarnar eru fyri at geva hesum persónligheitum innan føroyskan matkynstur henda serliga heiðurin.

Tá fæst eisini at vita, hvørjar vinnararnir eru í teimum ymsu bólkunum, sum skulu heiðrast.

Alt hetta fer fram á einum galladøgurða, sum øll kunnu vera við til. Prísurin er 1.966 krónur. Borðbílegging á heimasíðuni hjá Hotel Brandan ella á booksforcooks.dk 

[object Object]Birgir Enni

[object Object]Gutti Winther

[object Object]Leif Sørensen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. oktober 2021

28 Leygardagur 30. oktober 2021

Grøðandi Greinir - nýtt tekstasavn frá Høgna Mohr

20 útvaldir tekstir - nýggjari og eldri - eru við í nýggjum skreytsavni. Evni er alt frá samrøðum við kend fólk og korona-kritikk til stíva standing og føroyska byggilist

Høgni Mohr (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í skreytsavninum eru 20 útvaldir tekstir. Høvundurin hevur skrivað tekstirnar tey seinastu 20 árini. Í bókini eru millum annað samrøður við ekvadorskan forseta, danskan forsætisráðharra og legendariska vinnulívsmannin, Jákup í Lopra. 

Eisini eru vit á súluveiðu í Mykinesi, til sjónleik í Havn, til kappróður í Klaksvík og til sjós millum sperðlaðar útróðrarmenn. Koronu-kritikkur og kollsigldur kærleiki eru millum djúparu evnini í bókini. 

Mentanargrunnurin fær upp á kjaftin – og tað fáa misteinkiliga íðin mótstøðufólk móti samkyndum levnaði eisini. Ein sera nemandi tekstur er um nobelvinnaran, Niels Ryberg Finsen, eins og vit fáa meiri at vita um stíva standing, føroyska byggilist – ella mangul upp á sama. 

Fitta søgan um kioskina hjá Astu er eisini sloppin gjøgnum nálareygað.

Astrid Andreasen hevur myndprýtt permuna, og teir báðir Oddfríður Marni Rasmussen og Carl Jóhan Jensen eiga hvør síni fororð.

Bókin er 246 síður, innbundin og kostar 300 krónur.

[object Object]

"Málsliga ræðið er sjáldsamt, og orðaspælið hongur fast millum tenninar, tá ið tú ert liðugur at lesa. Setningarnir eru sum lið í eini ketu, sum hongur um kvørkrarnar á tær." Oddfríður Marni Rasmussen

"... og ikki tygum at siga hevur høvundurin lyndi til at hugleiða við hamara ... tað neistar frá og irskrar í oyrunum ... javnt tí málsliga oyranum sum hinum, ið kærir seg um javnvigaða framseting ... men ... í øllum smiðjudundrinum ... hoyrast eisini onnur ljóð uppií ... eins og av lógv í seinsummardimmum haga ... einslig, sár og eym ljóð ..." Carl Jóhan Jensen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2021

29 Leygardagur 30. oktober 2021

Ævintýrferðin farin á Hópfígging

Royna at finna pening til liðugtgerð av sendirøð fyri børn um lívsins stóru spurningar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

“Seks spurningar um at vera menniskja” eitur ein sendirøð í seks pørtum fyri børn, sum teir báðir í Ævintýrferðini, Dánjal Kaggadingding Kaggadingding Kaggadum á Neystabø og Búi Sibbidibbidimdimdubadabadam Dam hava filmað, klipt og sett saman.

Men enn vantar endaliga liðugtgerðin áðrenn sjónvarpsrøðin kann latast Kringvarpi Føroya, sum hevur sett hana á skránna í februar næsta ár.

Ævintýrferðin er tí farin á Hópfígging til tess at skaffa pening – 150.000 krónur – at gera arbeiðið liðugt.

Teir báðir hava í skjótt 20 ár framleitt barnatilfar til sjónleika- og tónleikapallin í Føroyum, og síðani 2017 hava teir arbeitt við eini filmsverkætlan fyri børn. Talan er um eina tíðarkrevjandi tilgongd, sum nú er komin so mikið væl áleiðis, at sjónvarpsrøðin er sett á skránna hjá Kringvarpi Føroya í februar 2022.

Hvør eri eg? Ber til at liva í alla tíð? Ber tað til at fanga ljósið? eru nakrir av spurningunum, sum verða viðgjørdir í sendirøðini

- Vit vilja skapa list, sum spyr og skapar undran. Hetta er afturvendandi høvðuðstráðurin í sendirøðini, har støði verður tikið í vísund, heimspeki og andaliga heiminum, greiða teir báðir Dánjal og Búi frá.

Afturat teimum báðum høvuðspersónunum í Ævintýrferðini er eisini ein annar persónur við í sendirøðini, ið hevur stóran týdning fyri søgugongdina, nevnliga Mariann Hansen í leiklutinum sum Tebryggjarin.

Eitt toymi at dugnaligum persónum hevur staðið fyri framleiðsluni av sjónvarpsrøðini, sum er tikin upp á Strondum, í Klaksvík, Sandavági og Tórshavn. Talan er um barnasjónvarp, ið setir sjóneykuna á teir stóru og torgreiddu spurningarnar í tilveruni á ein stuttligan og barnsligan hátt.

Allir seks partarnir eru liðugt filmaðir og kliptir, og eftirviðgerðin av sendirøðini, har teir seks partarnir vera endaliga ljóð- og litblandaðir, er júst farin ígongd.

- Okkum tørva fígging til hesa týdningarmiklu eftirviðgerðina, og tí eru vit farin undir at hópfíggja. Vit vóna, at fólk fara at taka væl undir við møguleikanum at stuðla sendirøðini, soleiðis at vit kunnu koma á mál og inn í allar stovur í Føroyum til gleði fyri smá og stór", siga teir báðir Dánjal og Búi í tíðindaskrivi.

Far til Hópfígging   


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2021

30 Leygardagur 30. oktober 2021

Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum

Sunnudagin 31. oktober letur framsýningin upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík – talan er um søluframsýning, sum hongur uppi til 28. november

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í morgin, sunnudagin 31. oktober, letur upp listaframsýning við Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering verður henda dagin klokkan 16, og kemur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at røða. Umframt lættari ábit, okkurt leskandi og tónleik, verður eiisni møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 28. november.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin gerandisdagar frá klokkan 14 til 17, og sunnudagar frá klokkan 15 til 18.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2021

31 Leygardagur 30. oktober 2021

Hertz bíleggur 100.000 elbilar frá Tesla

Leigubilfyritøkan Hertz hevur bílagt 100.000 elbilar frá Tesla til eitt virði uppá 4,2 milliardir dollarar. Samtíðis er virðið á Tesla hækkað til 1000 milliardir dollarar

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Bilframleiðslu- og leigubilfyritøkurnar Tesla og Hertz ruddaðu forsíðurnar í altjóða miðlum í vikuni, tá leigubilafyritøkan Hertz kunngjørdi, at hon hevði bílagt ikki færri enn 100.000 elbilar frá elbilframleiðaranum Tesla.

Hetta er størsti einstaki sáttmálin, sum Tesla hevur gjørt, og fingu tíðindini Tesla partabrævið á Wall Street at hækka og rakk fyritøkan eftir tað fyri fyrstu ferð eitt virði uppá 1.000 milliardir dollarar. Hon telist harvið millum fleiri av heimsins størstu fyritøkur so sum Apple, Amazon og Microsoft. Eisini er Tesla fyrsti bilframleiðarin, sum hevur rokkið hetta vegamótið.

[object Object]

Tesla skal lata fyrstu leigubilarnar til Hertz longu í næsta mánaði, og teir  seinastu í seinnu helvt av 2022.

Talan er um Tesla Model 3. Til tess at kunna nøkta tørvin á løðistøðum kring heimin, hevur Tesla júst sett í gongd eina útbygging av løðistøðum her ikki minst kring alt USA. Um somu tíð hevur fyritøkan tikið í nýtslu eina risastóra bilframleiðsluverksmiðju í Týsklandi.

ES hevur avgjørt, at allir bilar skulu hava null útlát í 2035. Skjótast at skifta til elbilar gongur tað í oljulandinum Noregi. Har hevur sølan av elbilum veruliga tikið dik á seg og eru 9 av 10 seldum bilum elriknir.

Keldur: Bloomberg. E24, Reuters

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2021

32 Leygardagur 30. oktober 2021

CO2 útlátið setti met í 2020

Hóast korona rakti og minkaði um virksemið kring allan heimin, so setti útlátið av vakstrarhúsgassum í atmosferuna kortini met í farna ári

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í eini nýggjari frágreiðing frá ST verður staðfest, at útlátið av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassum hevur ongantíð verið so høgt sum í fjør. Við hesi gongd er heimurin ávegis móti nógv heitari veðurlag enn lagt er upp til í Parisavtaluni frá 2015. Tá varð semja um, at hitin má ikki vaksa meira enn til 1,5 til 2 stig í 2050.

Við nýggju mátingunum fer vøksturin at nærkast 2,5 til 3 stig stendur í frágreiðingini. Og hetta fer at hava við sær meira ekstremt veður við ódnum, turki og yvirflóð.

Frágreiðingin kom júst eina viku undan altjóða veðurlagsráðstevnuni COP26 í Glasgow, har 25.000 umboð úr 195 londum fara at viðgera veðurlagsbroytingarnar í 12 dagar.  Teirra millum eru leiðarar úr 120 londum. 

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, segði í eini viðmerking um dagarnar, at møguligt er  at minka um CO2 útlátið sum ætlað fram til 2050. Men hann viðgekk samtíðis, at hetta kann gerast ein sera torfør avbjóðing og ikki minst at fáa øll lond at semjast.

Altjóða miðlar gera annars nógv burtur úr støðuni í heimsins fátækasta londum, sum ikki hava somu møguleikar sum ríkari parturin av heiminum at gera íløgur í grøna orkuskiftið.  Avtalað er annars, at ríku londini skulu rinda 100 mia. kr. til menningarlondini um árið og henda avtala skuldi longu verið komin í gildi fyri trimum árum síðani, men er enn ikki sett í verk. Hetta er eitt av høvuðsmálunum, sum varpað ljós verður á undir COP26. 

Kelda: BBC og DR2

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2021

33 Leygardagur 30. oktober 2021

Elizabeth drotning avboð til COP26

Fáar dagar undan veðurlagsráðstevnuni í Glasgow gav Elizabeth drotning í Bretlandi avboð

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hon skuldi annars seta ráðstevnuna og hava ein týðandi leiklut saman við krúnprinsinum.  

Orsøkin til avboðið skal vera, at drotningin er ov troytt til at fara og hava læknar mælt henni frá. Kortini verður hon mett at vera væl fyri. Hon er 95 ára gomul og varð herfyri innløgd á sjúkrahús, men skjótt útskrivað aftur. Sjálv sigur hon, at hon er sera vónsvikin av ikki at kunna vera til steðar undir COP26, men ætlar sær kortini at luttaka í videoframløgu.  

Bretska kongshúsið hevur annars gjørt nógv burtur úr at varpa ljós á ráðstevnuna, sum verður ein tann størsta nakrantíð í Skotlandi við meira enn 24.000 luttakarunum úr 194 londum harímillum 120 leiðarar. Drotningin hevur funnist at heimsins leiðarum fyri ikki at gera nokk til tess at stegða veðurlagsbroytingunum. Hon heldur tað verður ov nógv tosað og ov lítið gjørt. 

Tað eru nógvir statsleiðarar, sum ikki vera við í Glasgow, teirra millum russisku og kinversku forsetarnir. Hóast amerikanski forsetin hevur boðað frá luttøku, so stríðist hann í løtuni við at fáa  undirtøku í Kongressini fyri sínum grøna politikki, sum hann annars hevur  ætlað  at leggja fram á ráðstevnuni, skrivar New York Times.  

Millum teirra, sum verða við á ráðstevnuni, og sum hava gjørt vart við seg um manglandi veðurlagspolitikkin og tiltøk, er svenska Greta Thunberg. Eisini eitt av kendastu umhvørvisfólkunum í Norðurlondum, norski Frederic Hauge frá felagsskapinum Bellona, verður við. Hann hevur í seinastuni funnist at orkupolitikkinum hjá nýggju norsku stjórnina og vil hava hana at gevast við oljuleiting.

COP26 byrjar sunnudagin 31. oktober og varir fram til 12. november. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2021

34 Leygardagur 30. oktober 2021

Pávin við áheitan til heimsleiðarar áðrenn COP26

Pávin heitir á heimsleiðarar um at finna eina loysn í stríðnum móti veðurlagsbroytingum

– Politisku avgerðartakarnir, sum hittast á COP26 í Glasgow hava ábyrgdina av at koma við einum munagóðum svari á núverandi umhvørviskreppuna, sigur pávin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í gjár, stutt undan veðurlagstoppfundinum hjá ST, COP26, kom Frans pávi við einari áheitan til heimsins leiðarar um at finna eina loysn í stríðnum móti veðurlagsbroytingum.

– Politisku avgerðartakarnir, sum hittast á COP26 í Glasgow hava ábyrgdina av at koma við einum munagóðum svari á núverandi umhvørviskreppuna, segði pávin.

Hetta skal geva komandi ættarliðum vón, segði hann, sambært BBC Radio.

84 ára gamli pávin heldur, at øll kunnu spæla ein leiklut í stríðnum móti veðurlagsbroytingum. Hann luttekur ikki sjálvur á toppfundinum, men ein sendinevnd úr Vatikaninum er við.

Pávin skuldi í gjár hitta fleiri leiðarar í sambandi við einum G20-toppfundi í italska høvuðsstaðnum Rom. G20 er ein bólkur av 19 teimum mest týðandi ídnaðarlondunum umframt ES. Pávin skuldi m.a. hitta amerikanska forsetan, Joe Biden, og suðurkoreanska forsetanum, Moon Jae-in, skrivar Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2021

35 Leygardagur 30. oktober 2021

Bretland og COP26: Raðfestir hitapumpur og elbilar

Vindorka, kjarnorka og vetni eru nakrar av orkukeldunum Bretland ætlar at raðfesta á COP26

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Mánadagin verður altjóða veðurlagsráðstevnan COP26 sett í Glasgow, og undan ráðstevnuni eru komnar útsøgnir frá fleiri londum við boðum uppá grøna orkuskiftið. Seinasta var frá krúnprinsinum í Saudi Arabia, sum ger greitt, at landið ætlar at røkka null útláti í 2060.

Eisini verturin fyri ráðstevnuni, Bretland, hevur í seinastu gjørt vart við nýggj tiltøk, sum skulu minka um útlátið og fáa landið longur fram á grønu leiðini.  Tað var annars Bretland, sum legði skjótast og mest víðgongt út eftir Parisavtaluna í 2015 við at boða frá, at tað hevði sett sær fyri at røkka null útláti í 2035. Síðani hava onnur lond boðað frá, at tey vilja røkka hesum máli ávikavist í 2040, 2050 og 2060.

Bretska stjórnin kunngjørdi nú um dagarnar, at hon fer at brúka fleiri 100-tals milliardir krónur til grøna orkuskiftið, fyrst við at fáa fólk at keypa elriknar bilar, og siðani at eggja húsarhaldum til at leggja upphiting um til hitapumpur heldur enn gassfýr. Frammaliga stendur eisini  framleiðsla av vetni, fangan og goymsla av CO2, íløgur í smærri kjarnorkuverk umframt íløgur í vindorku.

Nú um dagarnar kunngjørdi stjórnin so, at húsarhald í Bretlandi fara at fáa 5000 pund í stuðuli til at skifta frá gassfýri til hitapumpur. Í hesum sambandi hevur kjak tikið seg upp um at raðfesta bjálving av sethúsum og almennum bygningum, sum kann minka munandi um orkunýtsluna og harvið eisini útlátið.

Bretska stjórnin leggur eisini stóran dent á at gera íløgur í vetnisframleiðslu, sum alsamt verður mett at vera ein tann besta íløgan í framtíðar orkuframleiðslu.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2021

36 Leygardagur 30. oktober 2021

Vilja gera Aberdeen til framtíðar vetnisdepil

Saman við orkufelagnum BP ætla myndugleikarnir í Aberdeen at fara undir at byggja eina vetnisverksmiðju. Vetnið skal m.a. brúkast til bussferðsluna og tungu ferðsluna umframt til upphiting av húsarhaldum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í kjalarvørrinum á Paris-sáttmálnum um veðurlagsbroytingar og grøna orkuskiftið, hevur spurningurin um ymsar burðardyggar varandi orkukeldur so sum vind og sól tikið veruligt dik á seg. Men aftrat hesum er tað fyrst og fremst enn eitt orkuslag, sum hevur fylt nógv í bæði tíðindunum og orðaskiftinum. Tað er gransking í og framleiðslan av vetni ella betri kent sum hydrogen.

Orkufelagið BP fer at hava ein týðandi leiklut í hesi ætlan at gera Aberdeen til tann fyrsta av sínum slag lágútláts vetnisorkudepli í Skotlandi. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við býarstýrið í Aberdeen. Endamálið er at gera býin til ein vetnisdepil í heimsflokki. Verkætlanin skal minka um útlátið í býnum og samtíðis vera við til at birta uppundir búskaparliga menning.

Stjóri í BP sigur, at felagið kann koma at gagna grøna orkuskiftinum við m.a. at vera við til at menna eina verksmiðju, sum skal framleiða sonevnt grønt vetni úr vatni og fer at verða rikið við varandi orku. Vetnið, sum kemur burtur úr framleiðsluni, skal so kunna brúkast í bussferðsluni og til tyngri akfør og bilar sum eitt alternativ til diesel, sum verður mett at hava við sær stórt útlát. Ætlanin er at byrja arbeiðið í 2024. Miðjað verður eisini móti at framleiða vetni til at brúka í ídnaðinum, í sjóvinnuni og til upphiting av húsum. Eisini hava stigtakararnir í huga at útflyta vetni.

Borgarstjórin í Aberdeen sigur, sambært The Herald, at ætlanin hevur alstóran týdning fyri Aberdeen í royndini at gerast leiðandi innan vetnisframleiðslu í heiminum. Vetni fer at skapa ein reinari og meira burðardyggan bý, og tað fer at skapa nýggj arbeiðspláss og nýggjar inntøkur til býin. Aberdeen hevur annars verið høvuðssæti hjá olju og gassvinnuni í Skotlandi seinastu fimti árini og verður oftani umrøddur sum oljuhøvuðsstaðurin í Evropa.

Um somu tíð sum Aberdeen leggur seg eftir vetnisframleiðslu,  royna onnur pláss í Skotlandi og Onglandi at rudda slóð fyri øðrum grønum virksemi so sum fangan og goymslu av CO2.  

Myndugleikarnir í Aberdeen vilja troyta royndir og vitan og eisini fíggjarligu orkuna hjá mongu oljufeløgunum, sum halda til í býnum. BP er bara eitt av hesum mongu olju- og gassfeløgum, sum vilja gerast partur av grøna orkuskiftinum í sambandi við at minka um útlátið. Felagið er m.a. sera virkið í royndunum at menna vindorkuna út fyri Skotland og er við í seinastu stóru útbjóðingini av økjum til havs nevnd í ScotWind. Her eru 15 øki út fyri skotsku strendurnar boðin út til vindorkuútbyggingar. Umframt BP hava umleið 70 feløg og fyritøkur bjóðað uppá nýggju økini, sum eru ætlað framtíðar vindorkulundum. Loyvini verða latin tíðliga í komandi ári.

Louise Kingham, sum stendur á odda fyri BP í Bretlandi, sigur, at BP ynskir at átaka sær ein týðandi leiklut í orkuskiftinum í Skotlandi bæði innan vind- og vetnisorku. Við sínum drúgvu royndum sum orkufelag í Norðsjónum ynskir BP at gera brúk av hesum í menningini av tí grøna orkuskiftinum innan ymisk orkuøki.  Tíðindini um samstarv millum BP og myndugleikarnar í Aberdeen koma beint uppundir komandi veðurlagsráðstevnuna í Glasgow í næstum.

Spurningurin um vetnisframleiðslu fyllur annars nógv í orkuorðaskiftinum sum heild. Fleiri lond og fyritøkur raðfesta vetni í sínum orkupolitikki. Eitt nú siga lond sum Norra og  Saudi Arabia, at tey ætla at raðfesta íløgur í hetta orkuslagið og sama er galdandi fyri stórar ídnaðarfyritøkur. Herfyri kunngjørdi ein av størstu kemikaliufyritøkunum í Evropa, Ineos, at tað fer at skunda undir framleiðsluna av vetni. Hetta merkir eisini, at tørvur verður á gassi til at framleiða vetnisorku.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2021

37 Leygardagur 30. oktober 2021

Fagradalsfjall goysir ikki meira

Men tað skulu ganga tríggir mánaðir áðrenn tað verður staðfest at gosið er av

(Mynd: Morgunblaðið)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Alt bendir á, at eldgosið við Fagradalsfjall á Reykjanesi nú er slóknað.

- Alt bendir á, at gosið er í síni seinastu fasu. Tað kemur framvegis nakað av gassi úr opinum og frá grýtinum, og tað sigur okkum, at enn er eitt sindur av lívi eftir.

Soleiðis sigur Þor­vald­ur Þórðar­son, gosserfrøðingur, í samrøðu við Morgunblaðið.

Tað byrjaði at goysa á Reykjanesi 19. mars, men tað er ikki fyrr enn gosið hevur verið óvirkið í tríggjar mánaðir, at tað verður staðfest, at gosið er av. Tað eru nú farnar fimm vikur síðan grýti seinast floymdi úr gosopinum.

Ein jarðskjálvti nærhendis fjallinum Keilir fyri stuttum ber prógv um, at tað framvegis er virkið grýti undir Reykjanesi, men ikki eins virkið, sum tað hevur verið.

Óiva eru tað nógv, sum nú fagnast um, at gosið er við at leggja seg aftur. Ikki minst í býnum Grindavík, sum er hin nærmasti til Fagradalsfjall.

Ferðafólkaídnaðurin í økinum hevur notið gott av eldgosinum tí tað hevur drigið hópin av fólki til økið. Men fyri borgararnar í Grindavík hevur óttin fyri gosinum alla tíðina verið nærverandi, skrivar Morgunblaðið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2021

38 Leygardagur 30. oktober 2021

Menna oljuleiting við New Foundland og Labrador

Um somu tíð sum dúgliga verður kjakast um framtíðar oljuvirksemið í Norðsjónum verður skundað undir virksemið hjá grannunum hinu megin Atlantshav, í havøkjunum út fyri New Foundland og Labrador.

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Her hava myndugleikarnir sum partur av framtíðar oljuleitingini givið oljufelagnum Quatar Energy loyvi til at keypa seg inn í eitt av lovandi loyvunum har, sum ExxonMobil er fyristøðufelag fyri. Miðeysturfelagið fer at eiga 40 prosent av loyvinum.

Orkuráðharrin í Katar, sum er eitt av stóru gassframleiðandi londunum í heiminum, fegnast sambært Energy Voice um at gerast partur av oljuvirkseminum í Kanada. Olja og gass verða framleidd á fleiri feltum í hesum stóra økinum á eysturstrondini á Kanada, og kanningar vísa, at nógv meira er til at kolvetnum í undirgrundini. Eitt av feløgunum, sum raðfestir hetta økið, er norska Equinor.

[object Object]Hebron er ein av framleiðandi oljukeldunum út fyri New Foundland

Quatar Energy er eitt av oljufeløgunum, sum seinastu tíðina hevur roynt at víðka sítt virksemi kring heimin, eitt nú til Guyana, Mexico, Suðurafrika og Namibia í samstarvi við TotalEnergies og Shell og saman við ENI í Kenya, Marocco og Mozambique.

Um somu tíð, sum hesi tíðindi berast, kunnger stjórnin í Quatar, at landið fer at gera stórar íløgur í framleiðsluna av vetni (hydrogen) eitt nú saman við oljufelagnum Shell.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2021

39 Leygardagur 30. oktober 2021

FDA: Koppingarevnið hjá Pfizer gevur yngru børnunum góða verju

FDA hevur biðið eina serfrøðinganevnd meta um, um mann eigur at góðkenna koppingarevnið til børn millum 5 og 11 ár í USA

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Koronakoppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech vísir seg at rigga sera væl til børn millum 5 og 11 ár, sigur amerikanska heilivágsstýrið, FDA, stutt eftir, at framleiðarin sjálvur hevði boðað frá, at koppingarevnið gav eina verju á 90,7 prosent hjá yngri børnum.

Pfizer søkti fyrr í hesum mánaðinum um at fáa góðkent koppingarevnið til børn í USA, og um FDA gevur teimum eina skundgóðkenning til børn, kunnu yngri børn longu fáa fyrsta prikið fyrst í november, skrivar Ritzau.

Um koppingarevnið verður góðkent til yngri børn, fara upp móti 28 milliónir børn í aldrinum fimm til 11 ár at fáa tilboð um koppseting fyri koronu. Tey fáa tó minni skamtar enn vaksin.

FDA sigur seg ikki hava funnið nakrar óvæntað hjáárin við at koppseta børn, men FDA fer at biðja eina nevnd av serfrøðingum meta um málið, áðrenn tey taka eina endaliga avgerð.

Sambært Hvítu Húsunum hevur USA nóg mikið av koppingarevni til at koppseta hendan aldursbólkin, um FDA gevur grønt ljós fyri tí.

Í løtuni er koppingarevnið hjá Pfizer bert góðkent til fólk, ið eru 12 ár ella eldri.

Evropeiski heilivágsstovnurin, EMA er eisini í ferð við at meta um, hvørt børn yngri enn 12 ár eiga at fáa koppsetingina ella ikki. Mett verður, at tey kunnu taka eina avgerð einaferð innanfyri komandi mánaðirnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2021

40 Leygardagur 30. oktober 2021

Grønlendskur stjóri í álendskum mentanarhúsi

Kim Larsen verður komandi stjórin í NIPÅ, sum fyrr hevur havt føroyskan stjóra

Kim Larsen (Mynd: norden.org)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Grønlendski Kim Larsen tekur um ársskiftið við sum nýggjur stjóri í norðurlendska mentanarstovninum í Mariehamn í Álandi, NIPÅ.

Hann tekur yvir eftir danan, Jacob Mangwana Hagendal, hvørs starvssetan tá gongur út.

56 ára gamli Kim Larsen hevur í seinastuni verið í starvi hjá grønlendska kringvarpinum KNR, har hann hevur verið programstjóri og tekniskur stjóri síðan 2016. Frammanundan hevur hann starvast í grønlendska mentamálaráðnum og í grønlendska mentanarhúsinum.

Kim Larsen hevur royndir í norðurlendskum samstarvi, millum annað sum limur í stýrinum í Norðurlandahúsinum í Føroyum, Nordens Instut í Grønlandi, norðurlendsku barna- og ungdómsnevndini Nordbuk og í Kulturkontakt Nord í Finnlandi, skrivar norden.org.

NIPÅ hevur eitt skifti havt føroyskan stjóra. Tað var Mikkjal Helmsdal, sum røkti starvið í fýra ár um aldarskiftið áðrenn hann kom heim at vera stjóri í Sjónvarpi Føroya. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2021

41 Leygardagur 30. oktober 2021

Felagið handan Facebook skiftir navn til Meta

Eitt “metaverse” er nýggja málið hjá Facebook-stovnaranum, Mark Zuckerberg

Mark Zuckerberg (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Felagið sum eitt nú eigur Facebook, Messenger, Instagram og WhatsApp, og sum higartil bara hevur havt navnið Facebook, broytir nú navn til Meta.

Tað upplýsti stovnarin og stjórin Mark Zuckerberg í einari framløgu í vikuni.

Navnið skal ímynda ætlaninar hjá felagnum innan tykisheimin sum Mark Zuckerberg lýsir sum “metaverse”.

Hann sigur at innan tíggju ár eru tað ein milliard fólk á metaverse, og tað fer at vera staðið, har tað ber til at samskifta, arbeiða og skapa vørur og innihald saman.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2021

42 Leygardagur 30. oktober 2021

Picasso-list seld fyri 640 milliónir

Herfyri vórðu 11 listaverk hjá spanska listamanninum seld á uppboðssølu

Tað dýrasta verkið var málningurin "Femma au beret rouge-orange" frá 1938, sum fór fyri 40,5 milliónir dollarar.
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið vórðu 11 listaverk hjá heimskenda spanska listamanninum, Pablo Picasso, seld á uppboðssølu í Las Vegas.

Listaverkini fóru fyri meira enn 100 milliónir dollarar, ið svarar til umleið 640 milliónir krónur, og verður hetta mett at vera tann virðismiklasta uppboðssølan av Picasso-verkum nakrantíð, skrivar Ritzau.

Tað dýrasta verkið var málningurin "Femma au beret rouge-orange" frá 1938, sum ímyndar Marie-Theresa Walter, ið var unnusta hjá Picasso. Málningurin varð seldur fyri 40,5 milliónir dollarar, sum er tíggju milliónir meira enn væntað. Í okkara krónum svarar hetta til 255 milliónir.

Metið fyri ein Picasso-málning varð tó sett í 2015, tá málningurin "Les Femmes d'Alger", sum ímyndar eina algeriska kvinnu, varð seldur fyri 179,4 milliónir dollarar á auktiónshúsinum Christie's.

Onnur verk, ið vórðu seld í nátt, vóru m.a. "Homme et Enfant", "Buste d'homme", og "Le Dejeuner sur l'herbe".

Navnið á keyparanum varð ikki upplýst.

Uppboðssølan varð hildin á Bellagio-hotellinum í Las Vegas, har listaverkini hava verið sýnd í áravís.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2021

43 Leygardagur 30. oktober 2021

Hattur Napoleons seldur fyri 1,76 milliónir krónur

Áðrenn varð hann seldur fyri eina nógv minni upphæd í Týsklandi, men síðani varð staðfest, at franski keisarin, Napoleon Bonaparte, hevði átt hann, og varð hann seldur fyri 200.000 pund í London

(Mynd: Reuters)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Herfyri varð ein gamal hattur hjá franska hernaðarleiðaranum og keisaranum, Napoleon Bonaparte, seldur fyri 200.000 bretsk pund, boðar bretska auktiónshúsið Bonham frá.

Hendan upphæddin svarar til 1,76 milliónir í okkara krónum. Hatturin endaði hjá Bonham eftir at hava verið seldur fyri eina minni upphædd á einum týskum auktiónshúsi, áðrenn nakar varnaðist, at talan var um ein hatt hjá Napoleon.

Nýggi eigarin fann eina áskrift á hattinum, sum gav ábendingar um, at Napoleon hevði átt hattin, og fann hann eisini fram til, at hann var frá somu tíð. Síðani varð hatturin kannaður gjøllari, og tvey av hárunum, sum vórðu funnin í hattinum, samsvaraðu við DNA'ið hjá Napoleon.

Mett varð, at hatturin fór at verða seldur fyri millum 100.000 og 150.000 pund, ið svarar til millum 882.000 og 1,3 milliónir krónur, skrivar Ritzau. Men sum kunnugt, varð hatturin seldur fyri væl meira enn tað.

Aðrir lutir hjá Napoleon vórðu eisini seldir á somu uppboðssølu. Millum annað varð eitt gamalt svørð selt fyri góð 313.000 pund (2,75 milliónir krónur), meðan eitt gullskrín fór fyri 69.000 pund (uml. 607.000 krónur).

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2021

44 Leygardagur 30. oktober 2021

Myndir: 7-1 tap í grimdarregni á Tórsvølli

Lea Lisberg syrgdi fyri føroyska málinum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað bleiv til eitt 7-1 tap ímóti Ungarn í regninum á Tórsvølli týskvøldið.

Føroyar løgdu seg á odda aftaná bara sjey minuttir, tá Lea Lisberg skoraði eftir hornaspark.

Góð byrjan, men so kom Ungarn ígongd, meðan okkara einki fingu at rigga. Tá liðini fóru til hálvleiks var støðan 5-1.

Í seinna hálvleiki fingu føroysku kvinnurnar vart eitt sindur betri fyri, og tað Ungarn fekk bara tvey mál.

Sverri Egholm tók myndirnar á Tórsvølli

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2021

45 Leygardagur 30. oktober 2021

ÍF flytur niður

Eftir dystirnar sum vórðu leiktir í næst seinasta umfari, er greitt, at fuglfirðingar mugu niður í 1. deild at venda. Í Klaksvík vóru føroyameistararnir ikki sannførandi, men vunnu kortini 2-1 ímóti EB/Streymi

Ari Ellingsgaard og hinir í ÍF spæla næsta kappingarár í 1. deild (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fýra dystir í næstseinasta umfari í Betri deildini hjá monnum vórðu leiktir sunnudagin. Tann fimti dysturin, millum B36 og Víking, varð avlýstur stutt undan dystarbyrjan, tá ein leikari í hópinum hjá B36 staðfest koronu, og allur hópurin skuldi tí kannast áðrenn dysturin kann avgreiðast.

Serliga í Fuglafirði var spenningur. ÍF skuldi vinna dystin ímóti NSÍ fyri at framvegis gera sær vónir um at halda seg uppi í bestu deildini, meðan ein sigur hjá NSÍ kom væl við, um runavíkingar ætla at vinna sær fjórða plássið og harvið atgongd til evropamilliónirnar.

NSÍ førdi í fleiri førum í dystinum, men fuglfirðingar komu aftur í tveimum førum. Tá tað nærkaðist endanum skrædnaði hjá ÍF, og samstundis sum B68 ongan iva lat vera á Svangaskarði, gjørdist niðurflytingin beiski veruleiki í Fuglafirði.

ÍF hevur 16 stig og við bara trimum stigum eftir at spæla um, klára fuglfirðingar ikki at fáa B68 við 22 stigum aftur.

HB vann 5-0 á Dungasandi í Sørvági ímóti 07 Vestur. Eina løtu bendi tað á, at tað kundi blíva ljótt hjá vágamonnum, men tað kom bara eitt mál í seinna hálvleiki.

Í Klaksvík hava tey síðani leygardagin í síðstu viku fegnast um at FM var í hús, men 2-1 tapið ímóti HB í vikuni hevur helst sett síni spor. Aftur í dag var talan um eitt miðal avrik tá EB/Streymur var á vitjan. Meistararnir vunnu 2-1, og fara leygardagin til Norðragøtu at spæla seinasta dystin í kappingarárinum, har teir eisini fáa gull um hálsin.

Úrslitini farna vikuskiftið:

07 Vestur - HB 0-5 (0-4)
14’ Mikkel Dahl 0-1
31’ Jákup L. Thomsen 0-2
36’ Adrian Rúnason Justinussen 0-3
37’ Jákup L. Thomsen 0-4
48’ Mikkel Dahl 0-5

ÍF - NSÍ 2-5 (1-1)
5’ Jørgen Nielsen 0-1
45’ Tóri Nolsøe Olsen 1-1
52’ Aron Knudsen 1-2
77’ Emil Weihe Joensen 2-2
85’ Jacob Trenskow 2-3
90’ Klæmint Andrasson Olsen 2-4
90’ Klæmint Andrasson Olsen 2-5

KÍ - EB/Streymur 2-1 (2-0)
30’ Jóannes Bjartalíð 1-0 (br.)
34’ Árni Federiksberg 2-0
52’ Jóhann Hansson Joensen 2-1

B68 - TB 6-1 (3-0)
9’ Andri Benjaminsen 1-0
33’ Sjálvmál 2-0
43’ Sjálvmál 3-0
50’ Stefan Abrahamson Løkin 4-0
55’ Lukasz Cieslewicz 5-0
90’ Jóhan Renéson Thomsen 5-1
90’ Stefan Abrahamson Løkin 6-1

B36 - Víkingur (Útsettur)

Støðan í Betri deildini

1. KÍ 71 stig (26 dystir)
2. Víkingur 59 stig (25 dystir)
3. HB 58 stig (26 dystir)
4. NSÍ 44 stig (26 dystir)
5. B36 42 stig (25 dystir)
6. EB/Streymur 25 stig (26 dystir)
7. 07 Vestur 25 stig (26 dystir)
8. B68 22 stig (26 dystir)
9. ÍF 16 stig (26 dystir)
10. TB 3 stig (26 dystir)

Av tí at fleiri B36-leikarar eru í sóttarhaldi, verða teir báðir seinastu dystirnir hjá B36 spældir í november. Útsetti dysturin í Gundadali móti Víkingi verður spældur hósdagin 4. november kl. 18 og seinasti dysturin, móti NSÍ í Runavík er settur til sunnudagin 7. november.

Hini liðini spæla 27. og seinasta umfar í kappingini í dag, 30. oktober sum ætlað. Allir dystirnir byrja klokkan 14:

EB/Streymur - B68
Víkingur - KÍ
TB - 07Vestur
HB - ÍF

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2021

46 Leygardagur 30. oktober 2021

Føroyameistararnir útseta gullveitsluna

Nevndin í KÍ hevur avgjørt at útseta ársveitsluna ein lítlan mánað. Nógvu koronutilburðirnir eru orsøkin

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nógvu koronutilburðirnir seinastu tíðina hava við sær, at nevndin í KÍ hevur gjørt av at útseta ársveitsluna, sum eftir ætlan skuldi vera í kvøld í Badmintonhøllini.

Nevndin ger greitt, at tað snýr seg um heilsuna hjá fólki, og við verandi koronustøðu er løtan ikki tann rætta til at savna fleiri hundrað fólk til gullveitslu, sum annars var lagt upp til, nú bæði kvinnurnar og menninir í Betrideildini eru føroyameistarar, skrivar KÍ á heimasíðuni.

[object Object]Tummas Lervig, formaður í KÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Vit harmast sjálvsagt um at útseta veitsluna, men hetta er tað rætta at gera, sum støðan er í løtuni, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, og leggur afturat, at nú ræður um at hava tol, meðan bíðað verður eftir, at tamarhald aftur er á koronustøðuni.

Ársveitslan hjá KÍ verður sostatt hildin leygarkvøldið 20. november í Badmintonhøllini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. oktober 2021

47 Leygardagur 30. oktober 2021

Uppflytingarfinalan á Sandi útsett

Dysturin millum B71 og AB verður útsettur fyribils. Orsøkin er at fleiri leikarar hjá heimaliðnum eru testaðir positivir við koronu

(Mynd: Olena Goffe)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Uppflytingarfinalan í 1. deild millum B71 og AB, sum var ásettur at vera inni í Dal klokkan 14 í dag er fyribils útsettur.

Hesum boðaði B71 frá í gjár.

- Boð eru komin frá FSF, grundað á íkomnu korona støðu í B71 hópinum, har tveir leikarar eru testaðir positivir og tveir afturat eru farnir í sóttarhald afturat hesum, sigur B71.

- Vit harmast, men fáa onki annað gjørt enn at halda øll tilmælir til ráðiligt aftur er at fara undir hendan síðsta fótbóltsdystin í árinum.

Dysturin er í seinasta umfari í 1. deild í ár, og er avgerandi fyri hvør flytur upp í Betri deildina næsta kappingarár. AB hevur 43 stig, og klárar seg við einum javnleiki, meðan B71 við 41 stigum skal hava ein sigur í hús.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2021

48 Leygardagur 30. oktober 2021

U19: Tjúgu leikarar úttiknir til EM-undankapping í Grikkalandi

Grikkaland, Týskland og Russland vera mótsstøðuliðini hjá liðnum hjá Sigfríði Clementsen.

Heini Fossdalsá Sørensen (í miðjuni) hevur júst skorað móti Íslandi. FC Midtjyllandi-leikarin hevur spælt nakrar U21-landsdystir í ár. Jørgen Nielsen (t.v) og Emil Weihe Joensen (t.h) skoraðu báðir í Betrideildardysti sunnudagin (Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sterk mótstøða bíðar føroyska U19-landsliðnum við dreingjum, sum í døgunum 8. til 17. november skal luttaka EM-undankapping í Grikkalandi.

Umframt vertslandið og Føroyar, eru Týskland og Russland í bólkinum, og harvið fáa ungu menninir á liðnum hjá Sigfríði Clementsen seg veruliga royndar

Royndi venjarin hevur nú úttikið 20 spælarar. Harav eru fýra, ið hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti. Annars eru tíggju føroysk feløg umboðað á hesum U19-landsliðnum, harav fleiri spæla nógv í Betrideildini 

Hópurin
Marius Kruse, HB Køge (Danmark)
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Sverri Mariusarson, EB/Streymur
Bergur Jákupsson Poulsen, Víkingur
Fríði í Túni Petersen, B68
Símun Kalsø, KÍ
Mathias Weihe Joensen, B36
Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ
Jákup Andrias Thomsen, Víkingur
Poul Kallsberg, Skála
Bogi Hentze, B71
Emil Weihe Joensen, ÍF
Martin Agnarsson, B36
Olaf Bárðarson, Víkingur
Beinir Nolsøe, NSÍ
Jørgen Nielsen, NSÍ
Elias Rusborg, Hvidovre BK (Dannmark)
Jonathan Lassesen, HB Køge (Danmark)
Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Áki Debes Samuelsen, HB

Skráin
11. nov. Týskland – Føroyar
13. nov. Grikkland – Føroyar
16. nov. Føroyar – Russland

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2021

49 Leygardagur 30. oktober 2021

Ronald Koeman koyrdur sum venjari

FC Barcelona hevur bert funnið tveir av seinastu sjey dystunum. Tapti móti Rayo Vallecano í mikukvøldið

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eftir eina røð av vánaligum úrslitum, er niðurlendingurin Ronald Koeman nú givin sum venjari í spanska fótbóltsfelagnum FC Barcelona.

Tað upplýsti felagið í tíðindaskrivi eftir at liðið mikukvøldið tapti 0-1 móti Rayo Vallecano í La Liga, skrivar Ritzau.

- Forsetin í felagnum, Joan Laporta, kunnaði Koeman um avgerðina eftir ósigurin móti Rayo Vallecano, upplýsir felagið í skrivinum.

Avgerðin um at koyra Ronald Koeman frá kemur eftir eina røð av vánaligum úrslitum, har tað bert er eydnast Barcelona at vinna tvær ferðir í sjey teimum seinastu dystunum. 

58 ára gamli Ronald Koeman spældi sjálvur við FC Barcelona í árunum 1989 til 1995. Áðrenn hann gjørdist venjari hjá Barcelona í fjør var hann niðurlendskur landsliðsvenjari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2021

50 Leygardagur 30. oktober 2021

Drammen vann við tólv málum

Norðmenn vóru ov sterkir og tveittu hoyvíkingar út úr European Cup

Mynd frá fyrra dystinum, sum varð leiktur í Høllini á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað vóru bara tvey mál á muni í fyrra dystinum, 24-22, sum varð leiktur í Føroyum í undanfarnu viku, og tí var lagt upp til spenning, tá H71 sunnudagin var á vitjan í Drammen nærhendis norska høvuðsstaðnum Olso.

Men tað bleiv ongantíð tann veruligi spenningurin. Støðan í steðginum var 15-9 til heimaliðið, sum vann dystin 32-20.

Samanlagt vann Drammen sostatt 56-42, og liðið, sum telist millum tey bestu í Noregi, hevur spælt seg víðari í European Cup.

Peter Krogh gjørdist toppskjútti hjá hoyvíkingum við seks málum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2021

51 Leygardagur 30. oktober 2021

H71 fær mótstøðu úr Sveis

Teir báðir dystirnir hjá H71-kvinnum í triðja umfari í European Cup verða leiktir um miðjan november

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mótstøðuliðið hjá H71 kvinnum í European League verður sveitsiska felagið Spono Eagles, ið regluliga hevur verið við í EHF-kappingum síðani í 90-unum.

Lutakastið um, hvussu spælast skal í triðja umfari í EHF Europa Cup-kappingini hjá kvinnum var mánadagin, og har trekti H71 sveitsiska mótstøðu, Spono Eagles, ið hevur munandi fleiri royndir enn føroyska liðið.

Soleiðis sum lutakastið háttaði seg, eigur sveitsiska liðið heimavøll í fyrra dystinum, sum skal spælast vikuskiftið 13./14. november og H71 heimavøll í tí seinna vikuskiftið 20./21. november.

H71 skrivar á heimasíðuni, at felagið helst fer at gera eina roynd at fáa báðar dystirnar spældar í Føroyum, eins og gjørt var í undanfarna umfari, tá spælt var ímóti liði úr Norðurmakedonia.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2021

52 Leygardagur 30. oktober 2021

Margit er komin í gongd í Aalborg

Evnaríki hondbóltsmálverjin roynir seg nú í næstbestu donsku deildini. Hon hevur seinastu dystir veirð partur av liðnum, sum liggur nummar fimm í løtuni

Margit í dysti fyri nýggja felag sítt, sum hevur heimavøll í Nørresundby (Mynd: europamester.dk)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrr í ár flutti hon til Aalborg fyri at fara undir víðari lesnað, men Margit Weihe Frímundsdóttir, sum er kend fyri bæði frælsan ítrótt og hondbólt, tekst eisini við annað í Danmark.

Elite Håndbold Aalborg - EH Aalborg - strembar eftir at kvinnuhondbóltsfelagið fyri allan norðara part at Jútlandi, har evnaríkir leikarar verða hilndir til og mentir. Á Facebook-síðu sínari bjóðaði felagið í vikuni Margit Weihe Frímundsdóttir vælkomnari. 

22-ára gamla havnarkvinnan hevur verið í felagnum síðstu tíðina, og hevur fingið spælitíð í síðstu dystunum, og sambært EH Aalborg, vísti hon veruliga sínar dygdir fram í seinasta dystinum móti SønderjyskE, ið var í vikuskiftinum, sum EH Aalborg tó tapti.

[object Object]Fagnaður í skiftingarrúminum hjá EA Alborg eftir sigurin á útivølli móti oddaliðnum Bjerringbro fyri tíggju døgum síðani. Margit sæst fremst, uttast til vinstru (Mynd: EA Aalborg)

[object Object]
Margit í dysti fyri landsliðið (Mynd: Sverri Egholm)

Liðið hevur higartil vunnið tríggjar dystir og tapt tríggjar, og liggur nummar fimm í næstfremstu donsku deildini. 

Súna Krossteig Hansen spældi nakrar dystir fyri liðið í fjør.

Margit hevði eitt gott kappingarár fyri Neistan í fjør, og hevur eisini verið partur av A-landsliðnum. Seinast var blaðunga Rakul Wardum, ið spælir í Skanderborg til dagliga, úttikin saman við Anniku Fríðheim Petersen, sum er fyrstaval á landsliðnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2021

53 Leygardagur 30. oktober 2021

Norðmenn á vitjan í komandi viku

Hondbóltur: U18-landsliðið hjá monnum er nú farið undir fyrireikingarnar til EM-endaspælið í 2022, og verða tveir venjingardystir móti Noregi spældir í Føroyum í næstum

Óli Mittún (Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

U18-hondbóltslandsliðið hjá monnum er nú farið undir fyrireikingarnar til EM-endaspælið í Montenegro í august komandi ár.

Norska U18-landsliðið kemur á vitjan í komandi viku at spæla tveir venjingardystir móti Føroyum.

Fyrri dysturin verður í Høllini á Hálsi hósdagin 4. november klokkan 19.30, og seinni dysturin verður í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardgin 6. november klokkan 18, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni.

Á U18-landsliðnum vera hesir:
Málverjar:
Tórstein Sivertsen, H71
Leivur Joensen, EB
Aleksandar Lacok, VÍF

Útileikarar:
Rókur Ziskason, H71
Helgi Poulsen, H71
Tróndur Johnsson, VÍF
Høgni Heinason, H71
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Tóki Fríðriksson, EB
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Rói Thomsen, H71
Sofus í Selvindi Nattestad, StÍF
Óli Mittún, H71
Búi Poulsen, StÍF
John Skaalum Vilhelm, H71
Rói Haldansen, Neistin
Rói Seyer Hjaltalin, H71
Marcus Bramsen, GOG
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Niklas Gaard, Neistin
Philip Harper Müller, VÍF

Venjarar eru Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2021

54 Leygardagur 30. oktober 2021

Flogbóltur: Meistaradeildirnar verða Føroya Tele deildirnar

Avtala varð farna vikuskiftið gjørd millum flogbóltssambandið og Føroya Tele

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í steðginum millum stórsteypadystirnar í flogbólti farna vikuskiftið, har Mjølnir vann hjá monnum og SÍ hjá kvinnum, undirskrivaðu Flogbóltssamband Føroya og Føroya Tele eina avtalu.

Avtalan hevur við sær, at meistaradeildirnar í flogbólti nú verða nevndar Føroya Tele deildirnar.

Tað vóru Eva Skeel Nolsø, marknaðar- og produktstjóri hjá Føroya Tele, og Peter Holm, formaður í FBF, sum undirskrivaðu avtaluna.

Avtalan hevur við sær, at meistaradeildin hjá kvinnum nú verður nevnd Føroya Tele deildin fyri kvinnur og meistaradeildin hjá monnum nú verður til Føroya Tele deildin fyri menn.

Avtalan er fyribils galdandi í tvey ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. oktober 2021

55 Leygardagur 30. oktober 2021

Høgni Dávason vann silvur í Niðurlondum

Luttók bæði sum senior og junior – vann tríggjar dystir og tapti tveir

Høgni Dávason saman við venjara sínum, Mathias Gabrielsen
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski taekwondo íðkarin Høgni Kunoy Dávason luttók farna vikuskiftið í stóru altjóða kappingini Dutch Open við góðum úrsliti.

Hann vann silvur í junior-kappingini.

Høgni luttók eisini í vaksnamannakappingini í flokkinum -63 kilo.

Her eydnaðist tað honum at vinna fyrsta dystin greitt móti einum sponskum íðkara. Í øðrum umfari møtti hann týskaranum, ið var styrkismettur at gerast nummar tvey í kappingini.

Hendan mótstøðan var ov hørð fyri unga føroyska íðkaran. Høgni tapti við úrslitinum 19-5.

Sunnudagin skuldi Høgni so í kamp aftur, hesa ferð í juniorkappingini. Her gekk munandi betur.

Fyrst vann hann greitt móti einum fronskum íðkara, síðan móti einum sponskum. Í triðja umfari skuldi hann møta einum niðurlendingi, men hesin dysturin varð av ongum, tí hesin varð kolldømdur í einum dysti móti einum kekka.

Harvið kom Høgni Dávason í finaluna. Hesaferð var mótstøðan aftur sponsk. Men í finaluni møtti Høgni yvirlutanum. Spaniumaðurin vann finaluna 25-7, og harvið fekk føroyingurin silvur við heim. 

Kelda: Taekwondofelagið Hwarang Føroyar á Facebook

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. oktober 2021

56 Leygardagur 30. oktober 2021

Jonathan fekk flottan sigur í skjáttuna

Føroyski nevaleikarin vann upp á stig og fekk steyp heim við sær til Føroyar

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski boksarin Jonathan Malaikev fekk ein flottan sigur í skjáttuna, tá hann síðsta leygarkvøld boksaði ein fordyst til landsdysta boksistevnuna millum Danmark og Noreg.

Stevnan fór fram í Vordingborg, og tað var lokala boksifelagið, Vordingborg Bokseklub Tårnet 74, sum skipaði fyri tiltakinum. Upp móti 800 áskoðarar vóru til tiltakið.

Sambært venjaranum hjá Jonathan Malaikev, Martin Meng, var talan um eitt spennandi og javnt stríð millum tveir dugnaligar nevaleikarar.

Martin Meng greiðir soleiðis frá:

- Vit tapa fyrsta umfar. Mótstøðumaðurin, Oliver Borup frá Vordingborg Bokseklub, byrjar í høgari ferð, rakar Jonathan djúpt, og hetta merkir hann í restini av fyrsta umfari.

- Í øðrum umfari koma vit betri frá byrjan, og leggja trýst á eins og ætlanin var. Jonathan hevur tamarhald á umfarinum, men brennir út, tá mótstøðumaðurin stútar Jonathan tvær ferðir. Hetta fær eygað at bólgna nógv. Kortini megnar Jonathan at halda trýstinum, og mótstøðumaðurin troyttast. Við eitt sindur meira neyvleika høvdu vit kunnað avgjørt dystin í hesum umfarinum, men vit vinna greitt við tað at talt varð yvir mótstøðumannin tvær ferðir, og hann fekk eisini ávaring fyri at stúta.

- Í triðja umfari er týðuligt, at báðir boksararnir eru móðir, men vit varðveita leiðsluna og initiativið og enda sterkast. Jonathan vinnur dystin 3/2 og fær styp við sær heimaftur til Føroyar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. oktober 2021

57
Leygardagur 30. oktober 2021

Minningarorð um Kristionnu Nordendal

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Vindurin ruskar í trøini, regnið fossar niður, og áin fer brúsandi oman í ósan. Ein baldrutur dagur, og mínir tankar fara til tín, mín kæra mostir, Kristianna Nordendal.

Náttúrukreftirnar, og serliga óveður, var nakað, sum hugtók teg. Minnist, hvussu tú málandi greiddi frá, hvussu stór aldan hevði verið, hvussu stór áin var, og hvussu vindurin hevði tikið í bilin, ímeðan tú koyrdi vestur. Nógvar góðar løtur at minnast afturá, har vit báðar sótu við vindeygað, ímeðan náttúrukreftirnar leikaði í.

Kristianna Nordendal varð fødd í Sandavági 15. novembur 1936. Hon vaks upp hjá foreldrum sínum, Elsebu og Sigurd Nordendal og var elst av 6 systkjum. Systkin hennara eru Maria, Hildibjørg og Jógvan, síðan var tað Jórun, sum doyði 29 ára gomul, og Jógvan, sum doyði 9 mðr. gamal, og var og er samanhaldið teirra millum sera sterkt.

Kristianna gekk í barnaskúla í Sandavági og fór til Havnar á preliminer og studentaskeið 14 ára gomul. Eftir hetta var hon læraravikarur í Bø og Gásadali í eitt ár. Í 1956 fór hon til Keypmannahavnar at lesa til lækna. Eftir 20 ár við lestri og arbeiði sum lækni uttanlands, flutti hon heim aftur til Føroyar í starv sum kommunulækni í Havn.

Kristianna var lækni av yrki og hjarta, og eru vit mong, sum hava notið gott av hennara vitan, nærlagni og hjálpsemi. Og henni dámdi sítt arbeiði so sera væl. Plagdi at siga við okkum, at “arbeiði er heimsins besta frítíðarítriv”. Og var hetta allarhelst eisini ein av orsøkunum til, at hon arbeiddi til hon varð 81 ár.

Men mostir var so nógv, nógv annað.

Mostir var eitt familiumenniskja. Fyrst David, og seinni Óluvá , Bertha, og Boas, vóru hennara eitt og alt. Hon livdi fyri løturnar og upplivilsini saman við teimum, og tey vóru mong. Hon var ein virkin partur í lívi teirra og gleddist um at búgva undir sama taki.

Mostur dámdi sera væl at ferðast og ferðaðist nógv og víða. Og hon brúkti til tíðir eisini starvið í sínari ferðing. Hon starvaðist m.a. sum lækni í New York, sum stevnulækni til HM í rallykoyring í Norðurnorra, arbeiddi sum lækni í Grønlandi, vitjaði á Galapagos oyggjunum, koyrdi bil ígjøgnum alt Stórabretland, bara fyri at nevna nøkur ferðamál.

At ferðast í bili, var nakað mostur dámdi sera væl. Hon hevði stóran áhuga í bilum, átti fínar bilar sjálv, og minnist eg afturá, tá ið hon kom aftur til Føroyar í 70´inum í einum reyðum Triumph Spitfire cabriolet.

Sjálv havi eg verið á fleiri ferðum saman við mostur, bæði til operu í Tallin, ballet í Keypmannahavn, sóldyrkan á Mallorca, spa uppihald, fyri ikki at gloyma fleiri av okkara túrum saman hjá Hildibjørg mostur í Norra.

Mostur var framúr kreativ, og henni dámdi alt tað vakra. Hon hevur gjørt fleiri listarverk, bæði bundin, vovin og seymað. Eg minnist aftur á løturnar, tá mamma og hon gjørdu stór patchwork teppir saman. Borð, stólar og gólv vóru full av smáum vælseymaðum stykkjum, sum síðani vórðu sett saman til eitt listarverk, og síðan givin í gávu til onkran í familjuni.

Eg minnist á løturnar, har vit báðar tosaðu og arbeiddu við dekoratión av ymiskum hølum. At síggja hvussu dugnalig tú vart at evna tær vakrastu rósurnar úr silkipappíri, er ein uppliving eg seint gloymi.

Eg minnist løturnar við temunni og stokkum og løturnar við myndavevunum. Eg eri takksom fyri myndirnar, púturnar, teppini, klæðini og alt annað sum tú hevur gjørt, mostur. Alt er mær nú enn meira dýrabart.

Mangan hevur tú verið mær góð í ráðum. Og er tað serliga í mínum vaksna lívi at tú hevur havt eina serliga ávirkan á meg.

Heima hjá okkum hevur mostur, Kristianna, ommudidd, altíð havt eitt serligt pláss.
Vit hava notið tína góðu og hjartaliga samveru ígjøgnum tíðina, og fyri børnini her í húsinum vart tú nakað heilt serligt. Tú vart teirra bonusomma við tínum áhuga, umsorgan og gávumildni. Vit minnast aftur á øll jólini vit hava hildið saman, allan láturin og matin, og mandlugávuna, sum tú altíð komst við. Altíð fanst tú upp á okkurt stuttligt.

Góða mostir, vit hava mist ein týðandi part av okkara familju og tú verður nógv saknað. Minnini eru nógv og rík, og tey missa vit ikki.

Mínir tankar og hjartaliga samkensla er við tær og tínum David, nú tit hava mist eina elskaða mammu, vermammu og ommu.

Vit drýpa høvur í sorg og æra minni hennara.

Hvíl í friði, allarbesta mostir.

Birita


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2021