Leygardagur 13. november 2021 | Nr. 46 | Árgangur 2 | Kr. 0,00
SíÐa 9
SíÐa 40
SíÐa 41
SíÐa 43
SíÐa 7
SíÐa 6
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Í Glasgow eru tey nú farin at gera seg til at rigga av eftir fleiri dagar at hava verið heimsins politiski miðsepil, nú COP26 veðurlagsráðstevnan hevur verið á skránni.
Við spenningi verður og hevur verið bíðað eftir, hvat ítøkiligt fór at koma burtur úr hesum toppfundi, har endamálið er at støðga útlátinum av vakstrarhúsgassum, so at vit kunnu tálma ógvusligu broytingunum, sum vit uppliva í veðurlagnum á jørðini.
Tí nú má tað vera gingið upp fyri teimum flestu. Vegurlagið ER broytt rættiliga nógv hesi seinastu árini. Til tað betra ella tað verra, kann kjakast um, men tað er ikki gott, at veðurlagið broytis – als ikki. Tað merkir, at jørðin ikki er í javnvág, og tað er eitt stórt vandatekin.
Tørvurin á at gera nakað við hetta tykist eisini at vera gingin upp fyri fleiri valdshavarar, og onkur tekin koma úr Glasgow um, at tað eru lond og statsleiðarar, sum nú ætla at taka trupulleikan í størsta álvara, og tað er til at fegnast um.
At tað skuldi taka so nógv ár at fáa eina orðing um at tað ikki er gott fyri veðurlagið at brúka kol sum høvuðsorkuleldu, kann ein so undrast stórliga yvir.
Vit síggja jú, at ferð er komin á menningina av alternativum orkumøguleikum. Og her gongur privata vinnulívið á odda, so tað forslær. Politikarar darla langt afturúr í sínum fyrivarnum og ótta fyri at taka ov drastisk stig.
Her heima í Føroyum eru vit eisini tilvitað um, at vit áttu at havt ein almennan veðurlagspolitikk. Men tað er líkasum ikki nakar, sum tekur upp avbjóðingina, og ger nakað við hana. Ein kann gott sita við einum illgruna um, at so leingi tað er flokkurin hjá løgmanni, sum situr á málsøkinum, so hendir neyvan nakað nevnivert, náttúruni at gagni.
Hvat signalvirði ein skal leggja í, at tingmanning floksins hevur leitað sær uttanlands at nema sær kunning um kjarnorku ella klovningsorku, virkar í besta føri sum ein roynd at sleppa undan at taka støðu til avbjóðingina.
Vit royna at seta okkum grønar málsetningar, men oftast koma hesir ikki longur enn niður á pappírið. Sum heimsins mest dálkandi tjóð pr. íbúgva, hava vit lyndi til at yppa øksl og – eins og hini menningarlondini – uppgevandi siga, at tað mugu onnur taka sær av.
Ikki so frægt sum at vísa ein vilja til at finna eina loysn hvussu vit kunnu fáa fiskivinnuna grøna, hava vit víst. Ikki eingang spilt pappír upp á tað. Tað er smáligt.
Øll landsliðsmálini hjá NSÍ-áleyparanum eru skorað innan fyri tvey og eitt hálvt ár – tað fyrsta kom ímóti Spania í juni 2019. Nummar níggju í røðini gjørdist eisini serstakt, og tað var ein stór løta fyri Klæmint Andrasson Olsen og føroysku fjeppararnar
Keypmannahavn, Danmark (Portalurin) - Tað ynski, ið so mangir føroyingar høvdu fyri dystin í Parkini í gjárkvøldið gekk út - tað eydnaðist at skora móti dønum, sum tað fyrsta liðið í undankappingini, og vit fingu eina serstaka løtu. Hon verður seint gloymd, og føroyskir fjepparar settu sín serliga dám á.
Tað sá út til, at vit høvdu havt okkara heilt stóra møguleika at gera tað, sum droymt var um, og at danir vóru slopnir við skrekkinum. Eftir eina langa tunga løtu í verjustøðu var føroyska liðið komið longur niðan á vøllin, og trýsti donsku leikararnir væl, og so fingu vit fatur á bóltinum í vinstru. KÍ-liðformaðurin, Jákup Biskopstø Andreasen, hevur havt eitt sera gott kappingarár, og spældi í gjárkvøldið sín besta undankappingardyst fyri landsliðið. Hann svingaði vinstra beinið, og sum vit so ofta fyrr hava sæð, so hevði Klæmint Andrasson Olsen funnið sær pláss beint aftan fyri ein mótstøðuleikara. Áleyparin kom væl uppfrá, møtti bóltinum við pannuni, men fekk ikki stýrt honum fram við Kasper Schmeichel. Og hetta hevði heldur eingin megnað frammanundan í hesari HM-undankappingini.
Men bert lítla løtu seinni eydnaðist tað:
Innkast í høgru frá Hera Hjalt Mohr, Tróndur Jensen legði væl av til Hall Hansson, ið helt væl fast í bóltinum og fann Hera aftur. Innskifti vongbakkurin spældi hart nakað inn móti miðjuni til Jákup, ið nú hevði funnið pláss í áleið sama økið sum áður - bara í høgru. Innleggið var lægri og meira mitt fyri, men aftur var áleyparin úr NSÍ til reiðar og stýrdi bóltinum væl afturum seg - uppum Simon Kjær og fram við Schmeichel - til 2-1. Klæmint hevði ryggin til danska málið, men megnaði kortini at finna longra málhornið. Talan er um "rættan áleypara", og tá málrevurin úr Rituvík hevði fingið netið aftan fyri Schmeichel at flyta seg, vóru ein rúgva av ymsum kenslum vaktar inni í Parkini og aðrastaðni.
Donski øði og vónbrot og føroysk gleði (Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Tað var “ekstasa” hjá føroyingum, sum miðverjin Hørður Askham lýsti tað fyri Portalinum í samrøðu nakað eftir dystin. - Ein fantastisk løta, sum vit sjálvandi skuldu njóta, segði Jákup Biskopstø Andreasen, ið legði upp til eitt mál fyri fyrstu ferð í landsliðshøpi – Ein ótrúlig og stór løta segði málskjúttin. Føroysku áskoðarnir vóru í sjeynda himli og tey í niðasta raðnum í tí partinum, har mongu mælsku fjeppararnir vóru, fagnaðu Klæminti, ið hevði kastað sína troyggju upp í fjøldina, og allar hinar føroyingarnir, sum komu rennandi yvir. Eitt hópatal av íløtum við øl vórðu kastað upp í loft, hóast DBU áðrenn dystin hevði mint á, at tað ikki var loyvt, og so livdi føroyska vónin um ta heilt stóru sensatiónina veruliga – vit fingu løtuna; dysturin var livandi aftur, og okkara høvdu aftur gjørt lívið hjá Hjulmand og hansara monnum trupult.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Hinvegin vóru danir lamslignir og skelkaðir. Í hvussu er ein av teimum yvir 35.000, ið var til staðar, var óður – ella hann var í roynd svakur. Schmeichel hevði mist sína góðu røð, og hevði, eins og pápin 31 ár frammanundan á næsta sama staði, latið mál inn móti Føroyum, og geyl og eiðir ruku úr munni hansara.
Hetta málið hjá føroyska húsavørðinum og timburmanninum, og reaktiónin hjá frálíka góða danska málverjanum, gjørdist eisini nakað, sum donsku miðlarnir veruliga settu sjóneykuna á eftir dystin, hóast teir reyðkløddu skoraðu til 3-1 løtu seinni.
Lítillatni og siðiligi rituvíkingurin vísti fleiri kenslur í gjárkvøldið enn vanligt, eftir at hann gjørdist bert næsti føroyingur í røðini at skora móti Danmark – síðani 1-1 málið hjá Allani Mørkøre móti Schmeichel eldra í 1990 ,hava Føroyar ikki skora móti Danmark í fýra royndum. Tað var nær við at løtan kom á Tórsvølli í september - men tað er bert á Eysturbrúgv, at Føroyar skora móti Danmark - higartil hevur tað eisini verið hvørja ferð.
Spurningurin er, hvussu nógv málskjúttin hevur sovið í nátt – at skora fyri landsliðið gevur eina aðra kenslu, og tað er nakað heilt serligt, segði Klæmint við Portalin eftir dystin í gjár. Hann hevur nú níggju landsliðsmál, og metmálskjúttin í føroysku landskappingini er nú javnur við Toda Jónsson, og eitt mál aftan fyri Rógva Jacobsen, sum hevur metið í landsliðshøpi.
Øll málini hjá NSÍ-áleyparanum eru skorað innan fyri tvey og eitt hálvt ár – tað fyrsta kom ímóti Spania í juni 2019 – men einki hevur givið honum og føroyingum slíkar kenslur. Hóast hetta ikki gav nakað stig, so framkallaði stútarin, sum fór framvið Schmeichel, eina løtu, ið Klæmint Olsen og nógv við honum seint fara at gloyma, og nakað ið danir iðra seg stórliga um.
(Mynd: Sverri Egholm)
Átta Betrideildarleikarar vóru á vøllinum hesa løtuna, og arbeiðssomu leikararnir, har meginparturin eru amatørar/hálvtíðar yrkisleikarar gjørdu nakað, ið Skotland, Eysturríki, Ísrael og Moldova ikki hava gjørt í ár.
Tað vóru lýti í føroyska spælinum, og føroyingar vóru undir meginpartin av dystinum, men skipanin var góð, og stríðsviljin og avrikið kundi spurnartekin ikki setast við.
Og løtan hon kom – sum Klæmint, hinir føroysku leikararnir, venjaratoymið og føroysku fjeppararnir høvdu uppiborið.
Nú er bert Ísrael eftir í hesari undnakappingini – tann útidysturin verður mánakvøldið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2021
Í síðstu viku segði løgmaður at koppsett smittaðu eisini, og tí var koronapass ikki loysnin. Nú smitta tey ikki kortini - ikki líka nógv í øllum førum - og eftir nógv trýst seinastu dagarnar bakkar løgmaður
Nú kemur koronupass í gildi í ávísum førum í føroyska samfelagnum.
Eitt galdandi koronapass er nakað tú fært um tú ert vaksineraður við tveimum prikum ella fleiri, koronutest sum ikki er eldri enn 72 tímar.
Hetta er nakað sum landsstýrið nú fer at taka í brúk fyri at steðga koronuútbrotinum, tá vit eru í stig 2. Koronustøðan í Føroyum verður framyvir deild upp í trý stig. Stig 1 (grønt), stig 2 (gult) og stig 3 (reytt), alt eftir hvussu tølini síggja út, verða ymisk tiltøk sett í verk.
Tað kundi Dagur og vika avdúka týskvøldið.
Koronupassið kemur eftir áhaldandi trýst seinastu dagarnar frá miðlum, men eisini frá politikarum, eitt nú partamonnum hjá løgmanni.
Boðskapurin var annars púra greiður í síðstu viku, tá løgmaður saman við landslæknanum og fútanum hevði tíðindafund. Koppsett smittaðu eisini - hóast ikki líka nógv sum ókoppsett - varð sagt, og tí var koronapass ikki loysnin.
Men nú er vent í holini hjá løgmanni og landsstýrinum, sum saman við Degi og viku í kvøld kundi avdúka av stigini verða býtt upp soleiðis:
(minni enn 15 nýggj smittaði pr. dag pr. viku)
(millum 16 og 75 smittaði pr. dag pr. viku)
(fleiri enn 76 smittaði pr. dag pr. viku)
Ætlanin var at hava tíðindafund í morgin at greiða frá nýggju tilmælunum, men sum skilst verður hetta ikki gjørt kortini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021
Mette Frederiksen viðgongur at ætlanin er, at allir borgarar verða koppsettir
- Vit síggja, at tann lítli bólkurin, ið ikki vil lata seg koppseta, tíverri smittar teir borgarar, ið eru koppsettir. Tað er ikki rímiligt.
Soleiðis segði Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna, við Danmarks Radio eftir tíðindafundin í Forsætismálaráðnum mánakvøldið, har hon boðaði frá, at stjórnin ætlar at seta koronapassið í gildi aftur.
Hon heldur, at hetta fer at fáa fleiri borgarar til at lata seg koppseta.
- Tað er ikki sámiligt, at okkara eldru og viðkvomu borgarar og onnur, sum hava gjørt alt tað, sum samfelagið hevur biðið tey um, skulu setast í størri vanda av teimum fáu, ið ikki vildu lata seg koppseta, segði Mette Frederiksen.
Og hon legði afturat, at tað ger als einki, um tað gerst nógv truplari at vera ókoppsettur enn koppsettur í Danmark.
- Heilt ærliga, so hugsi eg um, hvussu vit kunnu leggja enn meira trýst á tey, sum ikki eru koppsett, uttan at tann koppsetti parturin av fólkinum verður raktur av avmarkingum.
Mette Frederiksen er sannførd um, at um Danmark framhaldandi kann vera eitt opið samfelag, so skulu øll koppsetast.
- Og tað skal helst henda beinanvegin, segði hon.
Boðini frá stjórnini um, at koronapassið fór at verða sett í verk aftur, og áheitanin til tey ókoppsetu um at lata seg prika, sá út til at virka.
Meðan tíðindafundurin fór fram stóðu 11.000 borgarar í bíðistøðu á heimasíðuni vacciner.dk fyri at bóka tí til koppseting móti covid-19, skrivar Danmarks Radio.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021
Talan er um ta norðastu og elstu mylluna hjá Sev á Eystnesi
Nógv fólk stukku upp úr svøvni av ógvusligum torusláttri mánanáttina. Møguliga var tað hetta ógvusliga snarljósið, sum í nátt rakti hesa mylluna á Eystnesi.
Myllan, sum er rakt er tann norðasta myllan, og harvið tann elsta myllan, sum stendur á Vørðuni í Neshaga. Myllan er av slagnum Nordtank, og er tann elsta myllan hjá Sev.
Á Sev vóru tey týsmorgunin ikki vís í, um myllan varð rakt av sjálvum snarljósinum, ella um snarljósið órógvaði kontrollskipanina so mikið, at myllan fekk so nógva ferð á seg, at hon oyðilegðist.
- Vit kunnu staðfesta, at tað var eitt sjokk í syesteminum beint áðrenn klokkan 05 mánamorgunin. Allar myllurnar á Eystnesi støðgaðu, men hinar fóru í gongd aftur eftir eini løgu.
Soleiðis segði Heri Mortensen, rakstrarleiðari hjá Sev í útvarpinum týsdagin.
Myllan verður neyvan umvæld, tí ætlanin hevur verið at taka hana úr framleiðsluni.
Tað, sum fólkini hjá Sev hugsavnaðu seg um í fyrstu syftu, var at tryggja allar leivdirnar frá mylluveingjunum, sum liggja sløddar í økinum kring mylluna.
(Mynd: Sámal Jákup Gøte)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021
Royndin at turka svínaskinku í Norðrasta haga í Sandoynni er nú komin so mikið langt, at mett verður at maturin kann royndarsmakkast
Hon sá eitt sindur loðin út, tá hon varð tikin inn á køksborðið. Tað er týðuligt, at her hava onkrar verur ella sporar sett seg á matin, men tað er jú tað, ið ger hann til nakað serligt. Júst hvat tað er, sum hendir, vita vit jú ikki við vissu. Vit vita bara, at tað ger matinum gott.
Vit tosa her um danska svínaskinku, sum hevur hingið til turkingar í føroyskum hjalli.
Í fleiri ár hevur gastronomiski ígongdsetin, Johan Mortensen, fingist við at turka skinkur og ostar í føroyskum hjøllum fyri á tann hátt at betra um smakkin í eini vón um, at tað einaferð kann gerast ein vinnuvegur at góðska mat í Føroyum við at turka hann á siðbundnan føroyskan hátt, og so sleppa at selja vøruna uttanlands.
Men við teimum reglum, sum í dag eru galdandi í ES og EBS fyri mat, so ber snøgt sagt ikki til at útflyta vørur úr Føroyum, ið verða flokkaðar sum landbúnaðarvørur. Kanska tað einaferð kemur broyting í.
Johan Mortensen hevur saman við Jógvani Høj í Klaksvík turkað skinkur í Trøllanesi og Múla og aðrastaðni norðrarlaga í Norðoyggjum við góðum úrslitið.
Í januar í ár var so gjørt ein roynd at hanga danskar svínaskinkur í fjarskotna hjallin Norðuri í Haga í Sandoynni hjá Tórkil Dalsgarð, bónda á Dalsgarði í Skálavík.
Vanliga verður roknað við, at ein slík skinka skal hanga í út við hálvtannað ár í hjalli áðrenn hon er liðugt búnað. Men nú eru nakrar tiknar heim úr hjallinum í Norðrasta haga, tí ein varhugi er um, at tær kanska longu eru búnar nú, tí umstøðurnar í opna hjallinum hjá Dalsgarðsbóndanum, ið liggur so frítt fyri, gera, at turkingin væntandi gongur skjótari. Tað turra kjøtið úr Skálavík er tiltikið.
Sum sæst á myndini, so er ikki nógv gourmet yvir skinkuni, sum hon sá út fyrst í fikuni. Men nú er skinkan vaskað væl og virðiliga, skorðin sundur í passandi bitar og vakumpakka, til royndarsmakkingin verður í komandi viku. Og sigast má, at nú sær leskiligari út.
Roynarsmakkingin, sum verður mánadagin skal avgera, um skinkurnar eru búnar at taka heim, ella um tær skulu hanga í nakrar vikur ella mánaðir afturat.
Vónin er kanska at kunna lata skinkuna út til áhugaðar keyparar í Føroyum, so hon kann gerast partur av nýggjársborðhaldunum í ár, upplýsir Johan Mortensen.
Les grein í Blaðnum Vikuskifti 9. januar 2021
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021
Í juni fekk ein maður fimm ára fongsulsrevsing fyri m.a. at hava roynt at smugla amfetamin til Føroya - ein revsing, ið er harðari enn hon hevði verið í Danmark. Tað er í lagi, staðfestir Hægstirættur, m.a. tí at vinningurin frá sølu av rúsevnum er munandi størri í Føroyum
Eitt nevningating í Føroya rætti gav í juni einum manni fimm ára fongsulsrevsing fyri at royna at smugla uml. eitt kilo av amfetamini til Føroya.
Maðurin var eisini funnin sekur í m.a. at hava umleið 150 gramm av MDMA og umleið 400 gramm av hashi á bústaði sínum í Danmark.
Revsingin á fimm ár er harðari, enn hon hevði verið í Danmark. Í rættinum varð víst á, at revsingin kundi vera harðari fyri at royna at smugla amfetamin í Føroyum, m.a. tí, at vinningurin frá sølu av rúsevnum er munandi størri í Føroyum.
Á heysti í 2019, tá maðurin varð handtikin, var prísurin á amfetamin 800 krónur pr. gramm, og í ár er prísurin 500 krónur pr. gramm. Til samanberingar var prísurin í Danmark millum 30 og 150 krónur pr. gramm í tíðarskeiðnum januar 2019 til februar 2021. Á Bornholm var prísurin tó 150-300 krónur.
Málið varð kært til Hægstarætt, og mikudagin staðfesti Hægstirættur, at dómurin var í lagi.
Tað hevur í meira enn 20 ár verið mannagongdin í Føroyum at revsa smugling og víðari sølu av rúsevnum harðari enn í Danmark, m.a. orsakað av hægri prísinum fyri rúsevnum og harvið munandi hægri vinning við sølu, og Hægstirættur staðfesti, at tá Føroyar yvirtóku revsirættin sum málsøki í mars 2010 vórðu eingi stig tikin til at broyta revsingina í rúsevnismálum. Tí var fimm ára fongsulsrevsing í lagi.
Víst varð eisini á, at Hægstirættur áður hevur staðfest, at harðari revsing kann gevast í Grønlandi í rúsevnismálum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021
Brúdleypið hjá Steffani Klein Poulsen og konuni elvdi til kjak í vikuni. Korona er staðfest hjá brúðarparinum og gestum aftaná brúdleyið. Tinglimurin er ikki koppsettur, men hann heldur, at vit føroyingar eiga at tola eitt breitt orðaskifti um koppsetingina
Tað sum skuldi vera ein so góður dagur, er nakrar dagar seinni blivið til nakað óheppið hjá Steffani Klein Poulsen og konuni, sum vórðu gift næstseinasta vikuskiftið.
Í brúdleypinum var ein óboðin gestur, sum hevur oyðilagt spælið fyri brúðarparið og fleiri av gestunum sum eftir brúdleypið hava fingið staðfest koronu.
Steffan Klein Poulsen greiddi leygarkvøldið frá støðuni á Facebook.
- Hetta hevur sjálvandi ávirkað okkum bæði nógv og var á ongan hátt tilætlað. Vit eru sera hørm um, at støðan bleiv sum hon bleiv, og vóna at vit øll koma væl fyri okkum. Tey fólkini, ið hava fingið smittuna eftir brúdleypið, hava tað gott, sum vit vita um. Tað er tað sum hevur størstan týdning av øllum, skrivar hann.
Leysasøgur skulu hava verið við, at brúðarparið ikki virdi sóttarhald sum ókoppsett, og tey skuldu vera farin av landinum. Hetta avsannaði tinglimurin.
- Í kvøld spyr onkur á Facebook, um vit virða sóttarhaldið sum ókoppsett, tí søgan sigur, at vit eru farin av landinum á brúðarferð. Veruleikin er tann, at vit vóru á brúðarferð í stórbýnum; okkara kæra høvuðsstaði Tórshavn. Vit føldu okkum tó ikki væl til passar og valdu tí at testa okkum. Ferðin bleiv avbrotin og heima verða vit uppringd av landslæknanum: positiv test.
- So noy, vit eru ikki farin við nøkrum flogfari, men hava ligið í sóttarhaldi í nakrar dagar nú, skrivar Steffan Klein Poulsen.
Tinglimurin úr Hvannasundi er ikki tann einasti innan politiska skipanina, sum ikki hevur valt at lata seg koppaseta. Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamalum, og formaður í Miðflokkinum, hevur eisini alment boðað frá, at hann ikki fer at lata seg koppseta ímóti koronu enn.
Steffan Klein Poulsen heldur at vit føroyingar eiga at tola eitt breitt orðaskifti um koppsetingina.
- Vit í Miðflokkinum vera áhaldandi ákærd fyri at vera ímóti at fólk koppseta seg. Hetta passar á ongan hátt. Eg havi persónliga mítt skepsis fyri koppsetingini og havi úttrykt hetta við at vísa á, at hon ikki er fullkomin. Eg virði tó fult og heilt persónliga valið um at lata seg koppseta ella ikki. Í familjuni, í vinaskaranum, í samkomuni og í Miðflokkinum eru bæði koppsett og ókoppsett og vit finna øll væl útav tí saman. Vit føroyingar eiga at tola eitt breitt orðaskiftið um koppsetingina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2021
Ingilín Didriksen Strøm spyr Jenis av Rana, um hann er koppsettur fyri koronu, og um hann hevur hildið tilmælið um sóttarhald, eftir at korona varð staðfest hjá gestum í brúdleypi hjá Steffan Klein Poulsen, har landsstýrismaðurin eisini var til staðar
Í farnu viku skrivaði Dimmalætting, at landsstýrismaðurin við uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevði verið í brúdleypi hjá miðflokkatingmanninum Steffan Klein Poulsen síðst í oktober, har fleiri vórðu smittað við koronu. Síðani fór hann til Danmarkar, har hann luttók í fleiri tiltøkum.
Jenis av Rana hevur áður sagt, at hann ikki ætlar at lata seg koppseta fyri koronu, men nú hevur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin sett honum fyrispurning um málið.
Hon vil m.a. hava at vita, um hann nú er koppsettur fyri koronu til tess at røkja sítt arbeiði sum landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Um ein persónur ikki er koppsettur og hevur verið í sambandi við ein, sum hevur fingið staðfest koronu, er tilmælið at fara í sóttarhald í tíggju dagar, og Ingilín Didriksen Strøm vil tí eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur fylgt tilmælinum um sóttarhald, um hann framvegis ikki er koppsettur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021
Stuðulin sum varð latin til innsavningartiltakið hjá Kris og Sinnisbata kom upp á 3,2 milliónir
3.265.834 krónur.
So nógv varð savnað inn leygarkvøldið, tá Kringvarpið í samstarvi við Kris og Sinnisbata, skipaði fyri stórum innsavningartiltaki í sjónvarpinum.
Tað gekk kanska heldur striltið í byjanini av sendingini, men so kom glið á, og at enda kom talið upp um tríggjar milliónir.
Øll sum stuðlaðu vóru við í lutakastinum um ein Kia Ceed bil frá Bilrøkt, og hepni vinnarin gjørdist Jórun Wolles av Eiði.
Tá "Føroyar móti Krabba" var í mars mánaði eydnaðist at savna beint yvir seks milliónir inn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2021
Er millum mest burðardyggu matstovurnar í Norðurlondum, sambært 360°Eat Guide
Matstovan Koks hevur vunnið sær enn eitt skelti at hanga upp á bróstið sum prógv fyri, at talan er um eina av mest serstøku matstovunum í Norðurlondum.
Mánadagin fekk Johannes Jensen, stjóri fyri Gist & Vist, handað eitt lítið hvítt skelti við trimum grønum rundingum á. Hetta sum prógv fyri, at Koks er millum tær mest burðardyggu matstovurnar í Norðurlondum.
Tað er matguidin, ið kallast 360°Eat Guide, sum handaði hetta prógvið. Umframt Koks í Føroyum, fingu eisini níggju aðrar matstovur úr Danmark, Svøríki og Finlandi eitt líknandi skelti.
Men stigagevingin fyri at fáa henda heiður vísir, at Koks er tann næstbesta matstovan í Norðurlondum á hesum økinum. Bara heimskenda matstovan Oaxen í Svøríki fær betri karakter, Oaxen fær 92 út av 100 møguligum stigum – Koks fær 91.
Handanin fór fram á matstovuni á Fotografiska savninum í Stockholm. Umframt at kjósa hesar burðardyggu matstovurnar, vóru eisini aðrar handanir.
Ársins slóðari, 360°Pioneer 2021, gjørdist kendi danski kokkurin, Rasmus Kofod, Geranium í Keypmannahavn.
Ársins kokkur, 360°Chef 2021, gjørdist Jacob Holmström, Gastrologik í Stockholm.
Ársins ungi kokkur, 360°Young Chef 2021, gjørdist Luna Ladefoged, Molskroen.
Ársins fiskamatstova, 360°Seafood 2021: Under í Lindesnes í Suðurnoregi. Tað er henda matstovan, ið liggur 4,5 metrar undir sjóvarmálanum.
Ársins upplivilsi, 360°Experience 2021, Swedish Country Living, Köpmannebro í Svøríki, ein matstova, ið liggur langt úti í skóginum í Svøríki.
Johannes Jensen, Gist & Vist, uttast til høgru
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021
Aligeirin og liðugtvøruframleiðslan góvu 146,2 milliónir. Hinvegin eru avbjóðingar í Skotlandi
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing í ár var 70,5 milliónir krónur. Samlaða tøkan av laksi var 21.900 tons, harav 14.900 tons vórðu tikin í Føroyum og 6.900 tons í Skotlandi.
Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 146,2 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 81,3 milliónir krónur. Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 11,1 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 111,2 milliónir krónur.
131,3 milliónir eftir skatt
Úrslitið eftir skatt fyri triðja ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 131,3 milliónir krónur í mun til 176,8 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyrstu níggju mánaðirnar 2021 var samlaða úrslitið eftir skatt var 967,2 milliónir krónur í mun til 500,5 milliónir sama tíðarskeið í 2020.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
- Úrslitið í hesum ársfjórðinginum gjørdist væl slakari enn væntað. Tilvitað framskundað tøka av laksinum á A72 Haraldsundi fyri at fáa felags brakklegging við A73 Viðareiði, viðførdi munandi lægri miðalvekt og virði á tikna fiskinum. Átakið var fyri at optimera lívfrøðislig og veteriner viðurskifti og betra raksturin á hesum aliøkjum framyvir.
- Harafturat var óheppið, at tað tók longur tíð enn ætlað at fáa MS Martin kláran aftur at fara undir lúsaviðger aftan á umbyggingina í vár. Martin er okkara álit tá tað kemur til mekaniska lúsaviðgerð, og í vár gjørdu vit av at seta nýggja framkomna lúsaviðgerartøkni umborð. Í lúsastrategi okkara leggja vit stóran dent á at fyribyrgja lúsatrupulleikar við at halda lúsatølunum niðri. Við tað at hetta dróg út, bleiv lúsaviðgerin truplari og tað viðførdi størri felli enn vanligt.
Pinkuhvalspýggj ein avbjóðing í Skotlandi
- Í Skotlandi hava vit havt sera stórar avbjóðingar á nøkrum aliøkjum. Avbjóðingar hava verið við niðursettari táknuheilsu, ið saman við øðrum stórum stimum av pinkuhvalspýggjum, hevur viðført sera stórt felli. Tí kom tað væl við, at vit í septembur kundu senda nýggja tænastuskip okkara, Bakkanes, til Skotlands at hjálpa at viðgera fiskin.
- Okkara stóru íløguætlan fyri Skotland fer sum frá líður at minka munandi um lívfrøðisliga váðan bæði við fyribyrgjandi kapasiteti at styrkja táknuheilsuna við meir kapasiteti til feskvatnviðgerð longu komandi ár og so hvørt sum nýggju smoltstøðir okkara fara at framleiða stór smolt. Hettar verður ein kolvelting fyri virksemið okkara í Skotlandi, men tað fer at taka nøkur ár áðrenn vit eru á mál við neyðugu íløgunum.
- Marknaðurin er enn nakað merktur av koronafarsóttini, men er batnaður munandi. Samanborið við triðja ársfjóðring í fjør øktist samlaða útboðið av laksi í ár 7 prosent, samstundis sum laksaprísurin hækkaði 14 prosent. Bakkafrost hevur í hesum ársfjórðinginum aftur økt um søluna til matstovuvinnuna, hagar 65 prosent av tøkuni í Føroyum varð seld.
- Í septembur kunngjørdu vit umfatandi íløguætlan fyri árini 2022-2026. Hesi komandi fimm árini ætla vit at gera íløgur fyri í alt 6,2 milliardir krónur í Føroyum og Skotlandi. Endamálið er at minka um váðan, betra effektivitetin og skapa burðardyggan vøkstur. Íløgurnar fara at skapa nógv arbeiði í útjaðaranum bæði í Føroyum og Skotlandi, sigur Regin Jacobsen, stjóri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021
Ivaleyst er hann ein av teimum yngstu, sigur Januar, har John Michal nú verður partaeigari
Mánadagin 8. november stóð 29 ára gamli John Michal Petersen royndina sum statsautoriseret revisor – ríkisgóðkendur grannskoðari – og er hann ivaleyst ein av yngstu ríkisgóðkendu grannskoraðunum, skrivar grannskoðanarvirkið Januar í tíðindaskrivi.
John Michal kom í læru hjá Januar í 2008, og hevur hann tikið útbúgvingarnar HD-R og cand.merc.aud. samstudis, sum hann hevur arbeitt fulla tíð. John Michal hevur verið við til at grannskoða bæði smáar og stórar kundar hjá virkinum.
Seinastu fimm árini hevur John Michal sitið í góðskubólkinum hjá Januar, sum tekur sær av at dagføra og menna góðskustýringarskipanina.
John Michal verður nú partaeigari í Januar, har fimm aðrir ríkisgóðkendir grannskoðarar saman við øðrum eru partaeigarar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021
Seinasta mánaðin hevur skúlin verið hitaður við orku frá vatnmylluni – hetta hevur eydnast væl, og hevur skúlin sostatt onga olju nýtt í hesum tíðarskeiðnum
Tað er eitt ár síðan, at vatnmyllan í Kvívík varð tikin í nýtslu, og dagstovnurin Áarlon hevur frá byrjan verið hitaður við orku frá vatnmylluni, og fyri einum mánaða síðani, 4. oktober 2021, varð skúlin í bygdini so eisini knýttur at mylluni.
Seinasta mánaðin hevur skúlin sostatt verið hitaður við grønari orku. Hetta hevur eydnast væl, og hevur skúlin onga olju nýtt henda mánaðin, skrivar Kvívíkar kommuna.
Seinasta árið hevur oljunýtslan í Áarlon verið umleið 2/3 lægri enn undanfarin ár. Oljunýtslan, sum hevur verið, kemst av, at myllan ikki hevur koyrt optimalt seinasta vetur, tí lítið av vatni var í ánni og frost órógvaði.
Vatnorkuætlanin hjá Kvívíkar kommunu er at hita kommunalar bygningar í Kvívík við verkinum, samstundis sum árinini á náttúruna eru heilt lítil.
Arbeiðið við at knýta Breiðá upp í verkætlanina er í gongd og væntast at verða liðugt fyrst í komandi ári, skrivar kommunan.
– Tá ið tað er liðugt, hava vit tvífaldað vatntøkuna, so orkuverkið kann verða meira støðugt. Um kommunan kundi gagnnýtt alla orkuna, sum vatnverkið veitir, hevði kommunan, sum tann fyrsta í landinum, rokkið málinum um null útlát.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2021
Samstarv er skipað millum undirvísingina av tilflytarum í Streymoy og í Vágum, og týsdagin varð avtalan undirskrivað av borgarstjórunum í Tórshavnar, Vága, og Sørvágs kommunu
Týsdagin varð samstarvsavtala millum Tórshavnar kommunu, Sørvágs kommunu og Vága kommunu, undirskrivað av Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, Bjarna Prior, borgarstjóra í Vága kommunu, og av Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra í Sørvágs kommunu.
Talan er um eitt nýbrot innan undirvísing, nú samstarv er skipað millum undirvísingina av tilflytarum í Streymoy og í Vágum. Áhugin er samstundis vaksandi fyri líknandi depilssamstarvi aðrastaðni í landinum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.
Í nógv ár hevur Tórshavnar kvøldskúli bjóðað málundirvísing fyri tilflytarum í føroyskum máli og føroyskari mentan. Hetta virksemið hevur verið í vøkstri farnu árini, og hevur hetta fingið alsamt størri týdning, nú vaksandi tal av útlendingum flyta til landið.
Í fjør bleiv undirvísingin skipað formliga av nýggjum sambært sonevndu CEFR-skipanini, sum tryggjar, at næmingurin kann fáa eitt formligt prógv, ið kann brúkast í framhaldandi lestri v.m. Talan er um undirvísing, nevnd “Føroyskt sum annaðmál 1, 2 og 3”.
Ikki øll øki kring landið hava eins góðar fyritreytir at skipa hesa undirvísing, og var tí ynski frá mentamálaráðnum og Sørvágs- og Vága kommunum, at Tórshavnar kvøldskúli kann skipa fyri skeiðum í Vágum hetta komandi skúlaárið.
Ætlanin er at royna skipanina í eitt ár fyri fyrst og so meta um møguligt víðari samstarv.
Ein stórur partur av útlendingunum í Vágum starvast hjá Hiddenfjord, og hesi høvdu neyvan komið til Havnar í skúla, men við eini góðari avtalu um at tillaga undirvísing og arbeiðstíðir, so eru 15 á skúlabonki nú, og eftir ársskiftið verða tveir flokkar við tilsamans 35 næmingum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Undirvíst verður í Sørvágs skúla. Lærarar eru Bjarni Steintún og Petra Olsen, sum eisini er samskipari.
Frá vinstru Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla, Fía Lindenskov integrasjónssamskipari, Eyð Niclasen, skúlastjóri í Sørvági, Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Petra Olsen, lærari og samskipari sum starvast hjá Tórshavnar Kvøldskúla, og Helena Dam á Neystabø vegna mentamálaráðið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021
Roar er 60 ára gamal, og útbúgvin búfrøðingur frá Københavns Universitet. Hann hevur eisini drúgvar royndir innan umhvørvisøkið
Roar Heini Olsen byrjaði herfyri sum leiðari á nýggju umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar Kommunu.
Roar er 60 ára gamal, og útbúgvin búfrøðingur frá Københavns Universitet. Harumframt hevur hann eftirútbúgving innan leiðslu og løgfrøði.
Roar hevur drúgvar royndir innan umhvørvisøkið, m.a. sum Umhvørvisleiðari í Afdeling for Natur og Bæredygtighed, Forvaltning for Anlæg & Miljø, Kommuneqarfik Sermersooq, Grønland.
Hann hevur verið rakstrarleiðari hjá IRF, og í Grønlandi varaði hann av brennistøðini í Nuuk. Av ti sama hevur hann sera góða vitan um arbeiðsøkið hjá Brennistøðini.
Roar hevur sum heild gott innlit á flestu tættir av arbeiðinum á umhvørvisdeildini og harafturat gott løgfrøðiligt og fyrisitingarligt innlit, skrivar Tórshavnar kommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021
Stuðulsgrunnurin hjá Nema hevur latið fyrstu Endurkeyp Gávuna til verkætlanina Tálgaverk
Stuðulsgrunnurin hjá Nema hevur latið fyrstu Endurkeyp Gávuna á 30.000 krónur til verkætlanina Tálgaverk fyri teirra miðvísa arbeiði fram ímóti einum betri føroyskum umhvørvi.
Tilnevningarnar hava verið bæði nógvar og góðar til hetta fyrsta umfarið av Endurkeyp Gávuni. Dómsnevndin hevur tó eftir gjølla viðgerð valt at stuðlað Tálgaverk, sum hevur megnað at fingið ung sum eldri at savnast um at framleiða kertiljós úr einum tilfeingi, sum annars hevði verið beint burtur.
- Tálgaverk hevur á ein nýskapandi, kveikjandi og savnandi hátt víst, hvussu tálg kann gagnnýtast og virðisøkjast, sigur Súsanna Berg, dómsnevndarlimur.
- Eldsálirnar aftanfyri Tálgaverk hava víst, hvussu gomul mentan og siðvenja kunnu fáa pláss í okkara nýmótans samfelagi og gerast partur av okkara stremban eftir at gerast meira burðardygg og sjálvbjargin.
Tálg er ein lætt atkomulig og staðbundin rávøra, men stórar mongdir enda tíverri sum burturkast, og leggja sostatt eisini stórt trýst á bæði kommunal umhvørvispláss og brennistøðir, sum mugu brúka nógva eyka orku til burturbeining.
Søgan um Tálgaverk
Tálgaverk er ein umhvørvisvinarlig verkætlan, sum í stuttum snýr seg um at brenna tálg ístaðin fyri olju á nýggjárinum. Verkætlanin varð av fyrstantíð løgd fram á umhvørvisvikuni í Vága Kommunu á sumri í 2020. Undirtøkan var sera góð, og kommunan valdi at stuðla verkætlanini við bæði hølum og peningi til útgerð. Tálgaverk fór so av bakkastokki longu á heysti sama ár.
Miðað var fyrst eftir at hava um 400 blikk klár til nýggjárið, men tá nærum eitt tons av tálg var latin teimum, var úrslitið nærri teimum 1000 blikkunum. Takkað verið teimum kvinnuligu eldsálunum úr Sandavági og Miðvági, sum í oktober og november valdu at seta nakrar tímar av um vikuna til hugnaligu “Tálgaverkstovurnar”. Har riggaðu tær blikkini til og gjørdu veikir úr bummull. Síðan varð tálgin malin, smeltað og stoytt niður í blikkini.
Av tí at verkætlanin eydnaðist so væl í 2020, varð avgjørt at endurtaka hana í ár, og samstundis enntá at royna at økja um móttøkuna av tálg og harvið eisini talið av blikkum.
Endurkeyp Gávan
Endurkeyp Gávan varð sett á stovn í 2020 fyri at stuðla náttúru- og umhvørvisátøkum í Føroyum, og verður hon eftir ætlan latin á hvørjum ári. Grunnurin verður fíggjaður av teimum brúktu elektronisku lutunum, sum fólk lata inn til Nema Endurkeyp, fyri at hesir síðan verða endurnýttir ella burturbeindir á burðardyggan hátt.
Harafturat letur Nema eisini Endurkeyp Gávuni allan peningin frá søluni av plastposum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021
Landsfelag Pensjónista hevur tikið stig til kanningina – spurnarblað varð mikudagin sent út til 2.000 tilvildarliga útvaldar borgarar í aldursbólkinum, og hava tey fýra vikur at svara
Landsfelag Pensjónista er í vikuni farið undir eina kanning fyri at vita, hvussu okkara eldru pensjónistar hava tað, hvussu gerandisdagur teirra er, og hvat teir ynskja broytt.
Í fjør vár fekk Landsfelag Pensjónista fíggjarligan stuðul frá Sjúkrakassagrunninum til eina heilt serliga verkætlan. Verkætlanin er ein kanning, ið snýr seg um, hvussu okkara eldru, ið eru 75 ár og eldri, hava tað, herundir heilsustøða og gerandisdagur.
Verkætlanin eitur ”Heilsustøðan hjá teimum eldru 75+ í Føroyum”.
Til at taka sær av verkætlanini hevur Landsfelag Pensjónista fingið Mariu Skaalum Petersen, granskara, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetur Føroya, og Lailu Hentze, stjóra á Gallup Føroyum, at standa fyri arbeiðinum.
Landsfelag Pensjónista fór undir fyrireikingar til verkætlanina á vári í fjør, men so kom korona, og varð avhørt at bíða við verkætlanini.
– Sera óheppið var hjá okkum í Landsfelag Pensjónista, at júst tá vit fóru undir fyrireikingarnar til verkætlanina á vári 2020, brast herviliga korona-ódnin á alt samfelag okkara. Hetta gjørdi, at vit gjørdu av at bíða við verkætlanini, skrivar felagið í tíðinaskrivi.
– Mikudagin 10. november varð spurnarblað sent út til 2.000 tilvildarligar útvaldar borgararar í aldrinum 75+ í øllum landinum. Hvørji tey eru, ið fáa spurnarbløðini, vita vit í Landsfelag Pensjónista ikki, tí nøvnini hevur Landsfólkayvirlitið funnið tilvildarliga fram og latið Gallup Føroyum, ið stendur fyri kanningini. Alt tilfarið verður viðgjørt í trúnaði.
– Spyrt tú ein pensjónist, hvussu hann/hon hevur tað, er svarið ofta: Gott ella hampiligt. Sjáldan fer viðkomandi nærri inn á, hvussu støðan í veruleikanum er. Við eini slíkari kanning sum hesari kunnu vit fáa vitan og neyvari ábendingar, um tað t.d. eru umstøður hjá okkara eldru, sum vit sum Landsfelag eiga at arbeiða fyri.
- Endamálið hjá Landsfelag Pensjónista við verkætlanini er, at vit vilja vita, hvussu heilsustøðan og gerandisdagurin hjá okkara eldru borgarum í aldrinum 75+ er. Somuleiðis er endamálið at fáa ábendingar um umstøður, sum eiga at stuðlast víðari, skrivar felagið.
– Sum málgagn fyri pensjónistar hava vit tørv á hesi vitan sum amboð í samskifti okkara við landsmyndugleikar og kommunur. Nógvir yngri pensjónistar upp til 75 ár eru lutfalsliga betur fyri enn teir eldru. Tí hevði ein kanning, um hon eisini fevndi um allar pensjónistar, givið okkum eina heldur skeiklaga mynd av heilsustøðuni og gerandisdegnum hjá eldru pensjónistunum.
Brøv eru send við postinum við kunning um spurningarnar og einari leinkju og loyniorði, sum skal nýtast fyri at svara á netinum umvegis teldu, iPad ella fartelefon.
Men av tí at neyvan allir pensjónistar í aldrinum 75+ hava teldu ella iPad og ikki brúka slíkt talgilt amboð, hevði Landsfelag Pensjónista verið fegið, um onkur av teim nærmastu høvdu viljað rætt pensjónistunum eina hjálpandi hond við at svara spurningunum talgilt, sigur felagið.
Men ber hetta ikki til, hevur Gallup Føroyar, ið tekur sær av at savna tilfarið saman, átikið sær at seta seg í samband við ein part av teimum, sum ikki svara talgilt, til taið á svarum er nøktandi. Tað er tí ikki vist, at øll verða ringt upp, og er tí best at svara talgilt.
Samlaðu svarini tekur Maria Skaalum Petersen sær av, og letur Landsfelag Pensjónista endaliga úrslitið. Úrslitini verða roknað saman og almannakunngjørd sum samlað úrslit.
Freistin at lata inn svaraðu spurningunum er fýra vikur. Landsfelag Pensjónista heitir á øll um at svara, soleiðis at úrslitið verður so breitt og eftirfarandi sum gjørligt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021
Ein grein um hvussu eldri føroyingar hava megnað koronutíðina er júst komin út í vísindaliga tíðarritinum Scandinavian Journal of Public Health. Lívsgóðskan sum heild var eitt vet verri undir koronatíðini, og serliga var tað veikari kropslig heilsa og verri umstøður at luttaka í ymiskum fríðtíðarvirksemi, sum ávirkaði lívsgóðskuna neiliga
Ein grein um hvussu eldri føroyingar hava megnað koronutíðina er júst komin út í vísindaliga tíðarritinum Scandinavian Journal of Public Health. Greinin kallast: ”The Faroese Septuagenarians cohort: A comparison of well-being before and during the covid-19 pandemic among older home-dwelling Faroese”.
Høvundarnir eru Eina H. Eliasen, Pál Weihe og Maria Skaalum Petersen frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum.
Kanningin samanber einsemi, sjálvsmetta heilsustøðu og lívsgóðsku undir koronatíðini við, hvussu støðan var í 2018, áðrenn korona hjá, heimabúgvandi føroyingum í áttatiárunum.
Úrslitini vísa, at einsemið hækkaði, og fleiri eldri mettu heilsustøðuna at vera verri samanborið við undanfarna ár. Lívsgóðskan sum heild var eitt vet verri undir koronatíðini, og serliga var tað veikari kropslig heilsa og verri umstøður at luttaka í ymiskum fríðtíðarvirksemi, sum ávirkaði lívsgóðskuna neiliga. Hinvegin vístu úrslitini heldur óvæntað, at lívsgóðskan á sálarliga økinum og í umhvørvinum hækkaði eins og sosialu viðurskiftini, við tað at tey eldru søgdu seg vera sera nøgd við stuðul og hjálp frá familju og vinum undir koronatíðini.
Samandráttur av kanningini kann lesast her.
Granskingin, sum er almannakunngjørd í greinini er stuðlað av covid-19 átakinum hjá Granskingarráðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021
Møguligt verður hjá vágafólki at verða kannað á havnarlagnum í Miðvági – í fyrstu atløgu verður kannað tríggjar dagar um vikuna í tríggjar vikur
Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við at seta upp eina kanningarstøð fyri covid-19 í Vágum. Hetta er eftir ynski frá borgarum í Vágum, sum hava brúkt nógva orku og tíð at skula av oynni til kanningar í Havn ella aðrastaðni í landinum.
Í samráð og við ráðgeving frá Sjúkrahúsverk Føroya, hevur Vága kommuna átikið sær uppgávuna at standa fyri eini kanningarstøð í Vágum. Kommunan hevur sett fólk at samskipa tíðir, pota, skráseta, skaffa verndarútgerð, heinta kanningarútgerð til hvørja kanning og til at senda royndirnar til greiningar.
- Hetta er møguligt, tí vit eru signaði við dugnaligum fólki í kommununi, sum hava førleikarnar og kunnu átaka sær uppgávuna, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.
Í fyrsta umfari, átaka Vága kommuna og Sørvágs kommuna á seg allar útreiðslurnar av kanningarstøðini.
Eftir góðu royndina frá sunnumorgninum, tá umleið 500 fólk lótu seg kanna á brandstøðini inni á keiini, varð mett, at stórur tørvur er á eini kanningarstøð í Vágum. Tí hevur verið arbeitt við málinum við eini kanningarstøð, har kannað verður nakrar ferðir um vikuna í eitt tíðarskeið.
Fyribils verður eftir ætlan kannað tríggjar ferðir um vikuna í tríggjar vikur, men við fyrivarni av, at støðan kann broytast og eftir hvør tørvurin verður.
Eins og sunnudagin verður einvegis ferðsla við omankoyring frá Giljanesi, og av keiøkinum verður útkoyring móti Miðvági.
- Vónandi fer hetta at lætta um hjá okkara borgarum, so ikki verður neyðugt at brúka nógva orku og tíð hjá teimum at fara til Havnar ella aðrastaðni í landinum, fyri at lata seg kanna seg fyri covid-19, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021
Fuglafjarðar kommuna hevur sett sær fyri at fáa orðað ein ferðavinnupolitikk og saman við Kunningarstovuni í Fuglafirði at fáa eina menningarstrategi fyri ferðavinnuna í økinum
Í 2019 setti vitjunartalið met, eisini í Fuglafirði, og áhugin fyri at skipa fyri upplivingum er vaksin. Tí er neyðugt at skipa økið, soleiðis at ferðavinnan kann vera eitt gagnligt ískoyti til frama fyri fólk og vinnulív. Kommunan hevur tískil søkt eftir verkætlanarleiðara at greina økið og gera eina menningarætlan.
Fuglafjørður er størsti sjálvstøðugi býur í Eysturoy, og hevur nógv ymiskt at bjóða ferðandi. Eftirspurningurin eftir gisting er stórur, bæði frá teimum vitjandi summarhálvuna, men eisini í sambandi við tiltøk og vinnu vetrarhálvuna – og kortini eru gistingarmøguleikarnir sera fáir. Hetta er eitt øki, sum kann mennast rættiliga nógv, eins og maritim ferðavinna og upplivingar á fjørðinum eru áhugaverd.
Endamálið við verkætlanini er at menna ferðavinnu og møguleikar í kommununi, á havnini, millum íbúgvar og ymiskar aktørar. Samtíðis er neyðugt at tryggja, at ferðavinnan her verður burðardygg, er góð fyri okkara øki og er stýrd av einum skilagóðum ferðavinnupolitikki og eini menningarætlan, sum fær stuðul frá øllum áhugaðum aktørum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021
Hagafelagið skipar týsdagin fyri ráðstevnu um gongd í haga í Norðurlondum. Endamálið er at stimbra til upplýst kjak um, hvussu økið skal skipast í Føroyum
Hvussu er gongd í haga skipað í Norðurlondum? Hvørja ávirkan hava ognarviðurskifti á atgongdina til náttúruna? Hvørjar skyldur og avmarkingar eru í alramannarættinum?
Millum annað hesi evni eru á skránni, tá Hagafelag Føroya týsdagin 16. november skipar fyri ráðstevnuni ”Gongd í haga í Norðurlondum”.
Ráðstevnan verður í Smæruni í J.H. Schrøtersgøtu 7 í Havn og er frá kl. 13-17.
Endamálið við ráðstevnuni er at geva føroyingum høvi til at kunna seg um, hvussu gongd í haga er skipað í okkara grannalondum og stimbra til eitt upplýst kjak um, hvørja loysn vit ynskja í Føroyum.
Skráin er hendan:
kl. 13.00 Magnus Rasmusen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, setir ráðstevnuna
kl. 13.15 Rúna Hjelm, forkvinna í Hagafelagnum bjóðar vælkomin
kl. 13.20 Håvard Steinsholt, lektari við Institutt for eiendom og juss á Norges miljø- og biovitenskapelige universitet: ”Fri ferdsel; praktisk-juridiske perspektiver på allemannsrett - med norsk utgangspunkt”.
kl. 14.50 Siri Meland og Bente Lier, Norsk Friluftsliv: Allemannsretten og friluftslivet i Norge. Kl. 15.15 Rasmus Schou Christensen, Friluftsrådet (DK): ’Friluftsliv i Danmark – som politisk aktør og om adgang til naturen’.
kl. 16.00 Mona Lisa Wernesten, Svensk Friluftsliv: ”Svenskt Friluftsliv och Allemansrätten”
kl. 16.30 Eki Karlsson, Suomen Latu, Finland: “The Finnish Plentiful Outdoor Activities are Based On Everyman’s Rights.”
Ráðstevnan er almenn og ókeypis. Neyðugt er at hava koronupass ella líknandi skjalprógv við, ella negativa koronutest, ið ikki er eldri enn 48 tímar, fyri at luttaka á ráðstevnuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021
Birita er nýggjasta uppsjóvarskipið í føroyska flotanum
Mikudagin kom nýggjasta uppsjóvarskipið í føroyska flotanum á Havnina.
Talan er um uppsjóvarskipið Biritu, sum er keypt úr Norra fyri 65 milliónir krónur. Skipið fær heimstað í Tórshavn.
Tað hevur verið buldrasligt at siglt til Føroyar, men skipið er gott, og eigarin letur sera væl at nýggja skipinum, sum er bygt í 2000, men tó í sera góðum standi.
- Skipið hevur bert havt ein eigara, og er sum sagt í ótrúliga góðum standi, og fiskar væl. So kenslan hjá okkum er góð, nú vit fara í gongd við at dríva okkara egna, hevur Birgir Lützen áður sagt í samrøu við Portalin.
Talan er um kvotur um ítøkuligt skipakeyp, sum er grundarlagið hjá felagnum hjá Birgir Lützen.
Skipið lastar umleið 2000 tons av svartkjafti, men tá ið talan verður um sild og makrel, so fer skipið at lasta umleið 1600 tons umframt køling.
Birita fer væntandi til fiskiskap í komandi viku.
Mynd: Fishfacts.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021
Skipini eru farin upp til Akureyri, har tey skulu fáa nýggja verksmiðju og krapís-maskinur ísettar
Týsdagin varð endaliga sølan av trolarunum Róki og Lerki hjá Faroe Origin í Runavík avgreidd. Teir eru seldir til felagið Euro Nord í Boulogne í Fraklandi.
Skipini eru farin upp á Akureyri, har tey skulu fáa nýggja verksmiðju og krapís-maskinur ísettar. Tað arbeiði verður liðugt um mánaðarskiftið januar/februar.
Sum skilst, skulu skipini fiska við tveimum trolum hvørt eftir botnfiski í Norðsjónum og landa í Hanstholm. Føroyingar vera skiparar og maskinmenn á báðum skipunum.
Rókur er smíðaður í 2000 og Lerkur í 1999 hjá Karstensen úr Skagen. Skipini vórðu keypt til Føroya í 2007 av Faroe Seafood. Síðstu árini hevur Faroe Origin í Runavík átt skipini.
- Tað eru fleiri grundir fyri søluni. Skipini hava verið tung í rakstri øll árini, og so hevur upsafiskiskapurin verið smáligur leingi. Harafturat mangla vit fiskidagar til skipini hjá okkum, og eru tí noyddir at keypa dagar. Tá fiskiskapurin er smáligur, er dýrt at keypa dagar, sigur Ingi Hansen, útgerðarmaður hjá Faroe Origin.
- Vit hava Bak, Stelk, Heyk og Falk; og nú hava vit nógv mikið av døgum. So fáa vit at síggja, hvussu verður við fiskiskapinum, og um vit kunnu fáa fleiri dagar. Hendir tað, ja, so er kanska grundarlag fyri einum pari afturat, sigur Ingi Hansen.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Sum skilst, so fáa vit maskinmenn møguleika at halda fram í nýggja reiðarínum. Men nú eg havi fylt 70 ár, tími eg ikki at royna nýggjar leiðir, so tann møguleikan skulu aðrir fáa, sigur Sjúrður Christiansen, sum hevur siglt við Róki.
- Eg fari at royna eina tíð, so fái eg at síggja, hvussu verður. Mær dámar væl umborð her, og tað er altíð skjótt at fara í land, sigur 69 ára gamli, Jákup Henriksen, sum eisini hevur siglt við Róki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021
Sanna Nolsøe Djurhuus skal komandi árið arbeiða fyri Reyða Kross í Malavi, sum eisini fær 775.000 krónur frá felagsskapinum. Umframt hetta letur Reyði Krossur eisini 775.000 krónur til hjálparátøk í Jemen
Í vikuni verður Sanna Nolsøe Djurhuus send til Malavi at arbeiða við hjálparátøkum. Har fer hon sum umboð fyri Reyða Kross Føroya at arbeiða við ávaringarskipanini Forecastbased Action (FbA) komandi 12 mánaðirnar.
Hesum boðar Reyði Krossur frá í tíðinaskrivi.
Umframt hetta letur Reyði Krossur Føroya eisini 775.000 krónur til verkætlanir í Malavi.
– Umframt at teljast millum heimsins fátækastu lond, er Malavi eisini ímillum tey londini, ið hevur verið harðast rakt av veðurlagskreppuni. Serliga stórur er vandin fyri vatnflóðum. Tí hevur Reyði Krossur síðani 2017 arbeitt við FbA ávaringarskipanini, sum Sanna eisini kemur at arbeiða við, skrivar Reyði Krossur.
– FbA nýtir nýmótans tøkni, veðurfrøði og váðalýsingar til at spáa um kreppur í framtíðini. Endamálið við skipanini er at minka um avleiðingarnar av, eitt nú, vatnflóð í Malavi. Sanna fer millum annað at arbeiða við at menna FbA skipanina, og at stuðla undir arbeiðið at savna inn viðkomandi kunning og dátur, soleiðis at tað er møguligt at seta tiltøk í verk áðrenn vanlukkan rakar. Hetta kann til dømis hjálpa við at tryggja matframleiðsluna í landinum, syrgja fyri, at akurin verður skorin tíðliga, at djór verða flutt o.l. FbA virkar eisini fyri, at mest viðkvæmu samfelagsbólkarnir fáa hjálp áðrenn og undir einari kreppu.
Reyði Krossur boðar eisini frá, at 775.000 krónur afturat verða latnar til hjálaprátøk í Jemen, sum í fleiri ár hevur verið rakt av bæði ógvusligum ósemjum og náttúruskaptum vanlukkum.
– Vápnaða stríðið í Jemen, sum nú herjar á sætta ári, hevur lagt stein oman á byrðu, og talan er nú um størstu humaniteru kreppuna í heiminum. Nærum fýra milliónir borgarar eru noyddir frá húsi og heimi, meðan tveir triðingar av fólkinum líða hungursneyð og grundleggjandi tænastur eru, so gott sum, ikki til. Sjúkrahús og heilsudeplar eru antin løgd í oyði av krígnum ella eru tey sera álvarsliga undirfíggjað. Reyði Krossur arbeiðir ótroyttiliga við at betra um heilsutænastur, og at veita mat og gerandisvørur til so nógv neyðstødd, sum gjørligt.
Stuðulin frá Reyða Krossi til Jemen fer eitt nú til at betra um heilsutænastur í landinum, harímillum umvæling av hølum og veitan av heilivági og útgerð, til at upplæra lokal sjálvboðin í at veita sálarligan stuðul til børn og vaksin, og til at stuðla undir og fíggja verkætlanir, sum eru neyðugar, og geva meining fyri lokalsamfeløg tvørturum landið, sum at førleikamenna fólk í nærumhvørvinum at byggja og umvæla vatnbrunnar og skúlar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021
Ein áhaldsin holugranskari var í gjár bjargaður úr eini holu í Wales
Ein maður var mánadagin bjargaður eftir at hava verið fangaður í eini holu í sunnara parti av Wales í meira enn tveir dagar.
BBC skrivar, at maðurin varð heysaður upp í eini børu, og síðan koyrdur á sjúkrahús.
Hann hevði fingið skaða, men var við gott mót, upplýsa myndugleikarnir.
Sambært dpa-tíðindastovuni hevur maðurin brotið annað beinið, kjálkabeinið og fingið skaðar í ryggin.
Umleið 250 fólk vóru við í bjargingararbeiðinum. Millum teirra vóru nakrir av servandu bjargingarmonnunum, sum í 2018 vóru við til at bjarga eitt fótbóltslið av ungum dreingjum úr eini vatnfyltari holu í Teilandi, skrivar BBC.
Ein av bjargingarfólkunum upplýsti fyri BBC, at maðurin er ein royndur holugranskari, sum er væl fyri. Hann var bara áhaldsin, og setti fótin skeivt.
Sambært BBC hvarv maðurin í holuskipanini Ogof Ffynnon Ddu leygardagin. Hellið liggur í fjallaketuni Brecon Beacons, um 72 kilometrar frá høvuðsstaðnum, Cardiff.
Løgreglan varð fráboðað av einum øðrum holugranskara, sum var saman við manninum, tá hann traðkaði skeivt, og datt 15 metrar niður í holuna. Hareftir varð hann eisini raktur av fleiri rapandi steinum, skrivar Daily Mail.
Fyri at fáa mannin upp, máttu bjargingarlið arbeiða upp á skift, tí hann skuldu fáast upp í børu. Holan er 275 metrar djúp, og ein tann djypsta í Evropa.
Sambært Daily Mail tók tað bjargingarroyndin um 57 tímar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021
Tey vera harvið heimsins størsta borifelag í virði
Tvey av stóru og kendu oljuborifeløgunum í heiminum, danska Maersk Drilling og amerikanski kappingarneytin, Noble Corp, hava gjørt av at leggja saman í eini avtalu, sum er verd 3,4 milliardir dollarar og verður harvið eitt av heimsins størstu offshore borifeløgum. Tað boðaðu feløgini frá í vikuni sambært orkuportalinum OEDigital.
Nýggja samanlagda felagið fer væntandi at spara 125 milliónir dollarar um árið. Tað fer at virka víðari undir navninum Noble Corp og hava høvuðsstøð í Houston í Texas og fara partaeigararnir at eiga 50-50 prosent. Nýggja felagið fer at skapa eina leiðandi borifyritøku á altjóða støði, sum fer at standa sera sterkt fíggjarliga. Felagið fer at verða skrásett á virðisbrævamarknaðunum í New York og Keypmannahavn. Stjóri í felagnum verður núverandi stjórin í Noble, Robert Eifler.
Felagið fer at halda fram við sínum nógva virksemi út frá Stavanger fyri harvið at kunna veita tær bestu og skjótastu tænasturnar til kundarnar í Norðsjónum og nærhendis.
Roknað verður við uppsøgnum í sambandi við samanleggingina. Hóast hetta so fer møguleiki eisini at vera fyri at menna felagið uppá longri sikt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021
Og bretski forsætisráðharrin heitir á heimsins lond um at styrkja um tiltøkini móti veðurlagsbroytingum og hevur lagt fram uppskot til avtalu
Tað mundi koma sera óvart á luttakarnar á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Glasgow, tá heimsins fremstu stórveldi, Kina og USA, mikudagin kunngjørdu, at londini hava gjørt avtalu um at samstarva um tiltøk, sum skulu steðga veðurlagsbroytingunum.
Londini, sum standa fyri størsta útlátinum av vakstrarhúsgassum, hava í eina tíð tingast um, hvussu tey gjøgnum samstarv kunnu standa á odda fyri at steðga veðurlagsbroytingunum. Londini skulu taka stig til tiltøk, sum kunnu steðga upphitingini av jørðini í tráð við endamálið fyri bæði COP26 og undanfarnum veðurlagsráðstevnum, nevniliga at tryggja, at jørðin ikki verður heitari enn 1,5 stig í 2050.
Tað eru teir báðir, John Kerry vegna USA og Xie Zhenhuga vegna Kina, sum í loyndum hava samráðst um, hvussu hesi leiðandi londini í heiminum kunnu ganga á odda og vísa eitt fyridømi fyri øll hini 200 londini, sum eru partur av COP26. John Kerry sigur, at samstarv er ein av fortreytunum fyri at koma veðurlagsbroytingunum til lívs. Hann vísti á COP26 á, at londini eru samd um at minka um metanútlátið, sum er eitt av herviligastu vakstrarhúsgasssunum.
Flestu miðlar ruddaðu forsíðurnar, tá tíðindini bórust um samstarvið millum Kina og USA. Men enn veit eingin við vissu, hvat hetta stigið merkir og hvørji tiltøk tað fevnir um. Bæði londini viðurkenna, at tað, sum verður gjørt í dag til tess at steðga upphitingini, samsvarar ikki til málini frá Parísavtaluni í 2015. Og hetta hevur eisini bretski verturin Boris Johnson gjørt greitt, nú fáar dagar, áðrenn ráðstevnan endar.
Veðurlagsráðstevnan er um at vera av og í dag gjørdi verturin Boris Johnson vegna Bretland greitt, at nógv er komið burtur úr hesar dagarnar, men enn tørvar nógv í at koma á mál. Tí heitti hann á allar heimsins tjóðir um at taka annað skinn um bak og seta í verk tiltøk, sum veruliga kunnu tryggja, at hitin á jørðini heldur seg undir 1,5 stig, sum avtalað í Paris.
Boris Johnson sigur, at ein avtala er ávegis, men hon krevur, at londini binda seg til munandi niðurskurð í útlátinum. Krøvini til 2030 málini mugu styrkjast skal ein líkinda avtala koma burtur úr COP26.
Bretland hevur í hesum sambandi gjørt eitt fyribils uppskot til avtalu, sum nú verður umrøtt. Slíkt uppskot ber í sær neyðsemjur í fleiri førum, nú tað hevur víst seg at vera torført at fáa fulla undirtøku fyri ymsu tiltøkunum á hesi ráðstevnuni. Men tað vil so vera ein týðandi byrjan fyri at koma víðari segði Boris Johnson.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021
Hóast Danmark á COP26 hevur stikið stig til at skipa samgongu av londum at steðga oljuleiting og framleiðslu, so fær stigið avmarkaða undirtøku. M.a. fer vertslandið Bretland ikki at taka undir við at áseta ein endadag fyri olju og gassi. Tíðin er ikki tann rætta at fara heilt burtur frá kolvetnum sigur talsmaður fyri stjórnina
Spurningurin um kolvetni – steinrunnu brennievnini kol, olju og gass – hevur javnan verið frammi á veðurlagsstevnuni í Glasgow, men óvissa er um seinasta dagin á COP26, hvønn leiklut framleiðsla av kolvetnum fer at hava í endaligu avtaluni millum tey 197 luttakandi londini.
Higartil hava heimsins størstu framleiðarar av olju, gassi og koli ikki viljað tikið undir við danska initiativinum. Hesir eru m.a. USA, Russland, Saudi Arabia og Kanada. Og Kina hevur boðað frá, at tað fer ikki at framskunda endaliga dagin fyri kolaframleiðslu, sum tað hevur ásett til 2060. Nakað, sum mong halda er alt ov leingi.
Uppskotið um at áseta ein dato fyri at steðga framtíðar kolvetnisframleiðslu hevur skapt ikki sørt av tvídrátti, nú m.a. verstlandið Bretland hevur gjørt greitt, at tað fer ikki at skriva undir avtaluuppskotið frá m.a. Danmark og sum annars enn bert fá lond hava tikið undir við.
Tað eru Danmark og Costa Rica, sum hava tikið stig til at skipa eina samgongu av londum, sum vilja gevast við nýggjari oljuleiting, gevast við at byggja út nýggj olju- og gassfelt og haraftrat at áseta ein dag fyri, tá oljuframleiðsla er søga.
Við nýggja felagsskapinum, "The Beyond Oil and Gas Alliance”, royna hesi bæði stigtakaralondini saman við eitt nú Fraklandi, Grikkalandi, Írlandi, Svøríki, Quibeck og Wales at fáa onnur lond til at taka undir við tiltkainum tvs. at taka stig til at forða fyri nýggjari oljuframleiðslu. Danmark gjørdi annars herfyri av við lóg at steðga nýggjari oljuleiting í Norðsjónum og at seta ein endadag fyri oljuframleiðslu til 2050. Í gjár tók so eisini Grønland undir við tiltakinum. Her kann so nevnast, at Føroyar ganga inn fyri at halda fram við oljuleiting.
At vertslandið fyri COP26 Bretland við Boris Johnson, forsætisráðharra á odda, hevur gjørt greitt, at tað tekur ikki undir við danska útspælinum, tí hetta er ikki rætta tíðin til at fara heilt burtur frá olju og gassi, er ikki fallið í góða jørð hjá eitt nú mongum umhvørvisfelasskapum, sum halda, at Bretland sum vertsland fyri COP26 kann ikki loyva sær halda fram við framtíðar oljuleiting og framleiðslu. Teir vísa á, at avmarking av olju- og gassframleiðslu eigur at verða raðfest fremst skal tað eydnast at steðga altjóða upphitingini omanfyri 1,5 stig. Víst verður m.a. til útsøgn frá IEA, altjóða orkustovninum, at skulu vit røkka málinum frá Parísavtaluni um 1,5 hitastig, so eiga ongar nýggjar útbyggingar av olju- og gassfeltum at fara fram.
Men sum skilst stendur Bretland við sítt og vísir entá á, at landið gongur á odda fyri at minka um útlátið.
- Eingin olju- og gassframleiðandi tjóð er farin so langt sum Bretland við stigvíst at stuðla tí grøna orkuskiftinum til eina framtíð við lágum útláti, segði ein umboðsmaður hjá Boris Johnson og helt fram:
- Nú meðan bretski tørvurin á olju og gassi minkar, fer tað kortini at vera brúk fyri hesi brennievnum komandi mongu árini, um som tíð sum nýtslan av varandi orku verður ment. Bretland hevur sett sær fyri at vera klimaneutralt í 2050, og í mars í ár varð avgjørt at minka um útlátið frá olju og gassi úr Norðsjónum. Gevst Bretland við at gera íløgur í nýggjar kolvetnisframleiðslur, so fær tað álvarsligar avleiðingar. Verður steðgað alt ov knappliga við at minka um framleiðslua av kolvetni, tá fer at mangla orka og fer tað aftur at fáa avleiðingar fyri prísin.
Bretska stjórnin hevur eisini í orðaskiftinum undan COP26 víst á, at landið fer at hava tørv á olju og gassi í mong ár aftrat, og verður einki sett ístaðin fyri goymslurnar, sum eru við at tømast, tá fer landið at vera tvungið til at økja um innflutningin av kolvetni úr øðrum londum, sum á ongan hátt livir upp til somu umhvørviskrøv sum bretska framleiðslan í Norðsjónum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021
Landið fer, uttan mun til hvat onnur lond gera, at halda fram við bæði kolaframleiðslu og nýtslu
Í farnu viku fegnaðust mong um útmeldingarnar um kolaorku, har fleiri lond á COP26 veðurlagsráðstevnuni søgdu seg vera fyri at avmarka og steðga framtíðar nýtslu av koli í orkuframleiðsluni.
Men at orku- og veðurlagsmál eru ein torgreiddur spurningur gjørdist greitt, tá ein avstralskur ráðharri, eftir at mong lond høvdu samtykt at vilja minka um kolanýtsluna til orkuendamál, brádliga steig fram á pallin og kunngjørdi, at Avstralia hevur ongar ætlanir um at gevast við at bróta og selja kol til orkuframleiðslu.
- Um nakar vil keypa kol frá okkum, so selja vit tað segði ráðharrin og lovaði samtíðis, at land hansara hevur ongar ætlanir um at stongja kolanám í bræði. Avstralia fer at halda fram við at selja og útflyta kol í fleiri ártíggju aftrat.
Júst henda útsøgnin frá einum av heimsins størstu framleiðarum av koli vísir, hvussu torfør uppgávan er á veðurlagsstevnuni hjá ST í Skotlandi at fáa nóg ítøkiligar og bindandi samtyktir og ikki bara lyfti um at gevast við dálkandi orkuframleiðslu.
Tá uppskot um so líðandi at minka um kolanýtsluna í orkuhøpi komandi árini varð frammi á COP26 í farnu viku noktaði Avstralia at atkvøða fyri. Heldur ikki Kina og USA vildu skriva undir.
Annars hava 40 lond á COP26 sagt seg vilja skriva undir eina avtalu um at minka um kolanýtsluna til tess at minka um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Londini hava í hesum sambandi sagt, at tey fara at arbeiða ímóti at gera íløgur í kolaorku í øðrum londum. Um somu tíð stendur Avstralia við uppá sítt.
- Vit hava sagt tað týðuliga og greitt, at vit fara ikki at stongja kolanámini ella kolaorkuverkini, sigur avstralski ráðharrin fyri ráevni, Keith Pitt. Hann sigur, at avstralska kolið er nakað av tí besta í heiminum, tá hugsað verður um góðsku. Og verður ikki roynt at selja hetta, so verða tað aðrir, sum gera tað.
- Eg síggi heldur, at tað er ein nógv betri kolagóðska frá okkum sjálvum, sum kann varðveita arbeiðspláss og menna búskapin heldur enn innflutt skitnari kol úr Indonesia ella Russlandi.
Avstralia er í dag eitt av heimins størstu framleiðarum av koli. Umleið 300.000 fólk arbeiða í kolavinnuni í Australia.
Landið er annars sera hart rakt av veðurlagsbroytingum, sum vísindafólk siga m.a. stava frá útláti frá kolanýtsluni.
Útmeldingin frá Avstralia kemur um somu tíð sum danska stjórnin hevur avgjørt at seta 100 milliónir krónur í grunn, sum skal hjálpa menningarlondum í Asia at sleppa sær av við koli í síni orkuframleiðslu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021
Byggja tvær vindmylnulundir í Bretlandi – Siemens Gamesa væl fyri í kapping
Skjótt vaksandi áhugin fyri vindorku og støðugt vaksandi íløgurnar í vindorku kring allan heim, í kjalarvørrinum á veðurlagsbroytingunum, ger kappingina millum vindmylnuveitarar sera harða.
Eitt nú liggja danir oftani framvið í hesi kapping við sínum heimskendu Vestas vindmyllum.
Nú bendir nógv á, at tað verður eitt spanskt týskt felag, sum fær ein risasáttmála í Bretlandi í sambandi við tvær nýggjar vindorkulundir til havs í Norfolk í eystara partinum av Bretlandi. Tað er svenska fyritøkan Vattenfall, sum stendur fyri hesi verkætlanini og felagið ger nú greitt, at Siemens Gamesa liggur væl fyri í kappingini at fáa sáttmálarnar.
Talan er um Norfolk Vanguard og Norfolk Boreas havparkirnar, sum tilsamans skulu framleiða 3,6 GW. Væntandi fer Siemens Gamesa at seta upp sína størstu vindmylnu nakrantíð og sum kann veita streym svarandi til 15MW. Hon er 236 metrar høg.
Tær báðar vindmylnulundirnar fara at fevna um størsta vindorkuøki í heiminum. Tær fara at framleiða streym, sum er nóg mikið til tørvin hjá fýra milliónum húsarhaldum.
Siemens Gamesa hevur í dag 1.800 vindmyllur til havs út fyri Bretland.
Keldur: Siemens Gamesa og Søfart
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2021
Í sambandi við kjakið um veðurlagsbroytingar og royndirnar at minka um CO2 útlátið, hevur kjarnorkan fingið størri og størri umrøðu
Fleiri lond hyggja eftir møguleikanum at menna kjarnorkuna, sum í framtíðini kann avloysa eitt nú olju og gass, tá hesi eru við at ganga undan. Í Týsklandi, har tey nøkur ár herfyri eftir kjarnorkuvanlukkuna í Japan gjørdu av at stongja fleiri kjarnorkuverk, verður nú aftur tosað um kjarnorkuna sum røttu leiðina til tess at steðga veðurlagsbroytingunum.
Í Fraklandi, har kjarnorkan stendur fyri nærum 80% av samlaðu orkuframleiðsluni, arbeiðir stjórnin miðvíst við at menna kjarnorkuna enn meira. Sambært Úvarpinum í morgun hevur franski forsetin gjørt greitt, at Frakland fer at raðfesta kjarnorkuna komandi árini fyri at minka um CO2 útlátið. Landið fer so eisini um somu tíð at gera íløgur í varandi grønar orkukeldur.
Og hyggja vit so eftir, hvat hendir í føroyska orkukjakinum, so vísti fyrrverandi umhvørvis- og orkuráðharrin, Johan Dahl á í sendingini Breddin, at vit í Føroyum eiga eisini at taka kjarnorkuna við í kjakið um føroysku orkuframtíðina. Hann gjørdi greitt, at fleiri av tingfólkunum í Sambandsflokkinum hava avgjørt at fara til Danmarkar at fregnast um nýggjastu granskingina har við smærri kjarnorkureaktorum.
Eisini í Bretlandi verður nú aftur tosað um kjarnorkuna. Har hevur ein kjarnorkuútbygging leingi verið eitt stríðsmál millum politikarar og umhvørvisfólk.
Nú hevur so ídnaðarfyritøkan Rolls-Royce tryggjað sær fígging at menna kjarnorkuloysnir. Talan er um menning av tí sonevnda “Rolls-Royce Small Modular Reactor (SMR)”, sum er næsta ættarlið av kjarnorkureaktorum.
Skipað er eitt samstarv millum Rolls-Royce Group, BNF Resources UK og Exelon Generation, sum skal gera eina íløgu uppá 2,25 mia. kr. í eina verkætlan komandi trý árini.
Henda ætlan er í tráð við politikkin hjá bretsku stjórnini og hevur Boris Johnson, forsætisráðharri raðfest hana sum part av framtíðar grønu ídnaðarkolveltingini.
Kjarnorkuverkætlanin fer sambært stjóranum í Rolls Royce at skapa túsundatals arbeiðspláss. Nú verður kannað, hvørjar fyritøkur í Bretlandi kunnu vera við til at gera partar av kjarnorkuframtíðini. Roll Royce, sum hevur verið við til at menna kjarnorkureaktorar síðani í 50-unum, sær nógvar møguleikar í menningini av kjarnorkuni, sum kunnu vera berandi í grøna orkuskiftinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021
Ben van Beurden sigur, at Shell kann gerast CO2 neutralt í 2050, men tað hevur brúk fyri pengunum frá olju og gassi fyri at røkka hesum máli
Stjórin í eini av heimsins størstu vinnufyritøkum, Ben van Beurden í Shell, sigur í samrøðu við BBC, at skal Shell vera partur av grøna orkuskiftinum og røkka á mál við null útláti í 2050, og tað skal tað, so er neyðugt við inntøkunum frá tess olju- og gassframleiðslu.
Shell hevur boðað frá, at tað umframt at varðveita sítt olju- og gassvirksemi, fer at leggja stóran dent á at fremja grøna orkuskiftið við t.d. at gera íløgur í nýggja grøna tøkni, vindorku, vetni og fangan og goymslu av CO2.
- Men hetta kann bara lata seg gera, um tú hevur umstøður at gera arbeiðið og hevur tøkan pening til tess, sigur Shell stjórin og heldur fram:
- Um vit skulu byggja eina vetnisverksmiðju nær við eina vindorkulund, sum vit longu hava bygt í Norðsjónum fyri eina mia. dollarar, so ber tað ikki til at gera tað við vetnisbúskapi sum grundarlag. Tað kann bert gerast við at brúka fígging frá okkara olju- og gassframleiðslu.
-Vit fara at útbyggja Cambo oljukelduna, um myndugleikarnir geva loyvi sigur Shell stjórin.
Fara at útbyggja Cambo um loyvi fæst
Shell stjórin ger greitt, nú stórar mótmælisgongur á COP26 í Glasgow vilja steðga øllum olju-útbyggingum, at fyritøkan ætlar sær at útbyggja nýggjar oljukeldur sum eitt nú Cambo vestan fyri Hetland.
Nú stríð hevur tikið seg upp um júst hesa oljukelduna sigur Shell stjórin, at tað er upp til bretsku stjórnina at taka avgerð um útbyggingina, men leggur aftrat, at tað gevur onga meining at steðga slíkari útbygging og harvið gera Bretland bundið at innflutningi av olju og gassi úr londum, sum ikki seta somu treytir til kolvetnisframleiðslu. Bretland fer at hava tørv á nógvari olju og gassi í mong áratíggju aftrat. Tí gevur tað onga meining nú at gevast við framleiðsluni.
- Hví siga, at vit skulu innflyta olju og gass úr útlandinum, sum hevur størri útlát enn at troyta okkara egna oljuframleiðslu! Tað fer hvørki at bøta um javnvágina ella minka um CO2 útlátið.
Eingi olju- ella gassfeløg vóru við á COP26, har tey eftir øllum at døma vóru óynskt. Tó standa tey fyri skotum frá øllum síðum og ikki minst á gøtunum í Glasgow, har boðað er frá nýggjum mótmælisgongum.
Tað sermerkta við hesum mótmælisgongum er nettupp tann sannroynd, at júst oljukeldan Cambo, stutt frá føroyska markinum, er at finna á nógvum av plakatunum, og verður nevnd í mongum av røðunum. Hon verður miðvíst brúkt sum jarnbrot hjá umhvørvisfelagsskapunum at seta kíla millum myndugleikar og vinnuna. Hvørvítt hetta fer at eydnast stendur enn ósvarað. Tað fáa vit kanska at vita eftir COP26 ella seinni.
Finnast at Shell fyri at brúka meira til olju enn varandi orku
Shell er so eitt av kolvetnisfyritøkunum, sum funnist verður at, eitt nú fyri at vilja brúka nógv meiri pening til útbygging av olju- og gassframleiðslu enn til menning av varandi orkukeldum.
Shell kom serliga í brennidepulin, tá ein dómstólur í Niðurlondum, avgjørdi, at Shell skal minka um sítt útlát nógv skjótari enn tað annars hevur ætlanir um. Shell ætlar sær tó at skjóta dómin inn fyri hægri rætt.
Viðmerkjarar siga, at Shell verður ikki ført at liva upp til null útlát í 2050, tí fyritøkan tvørturímóti er í ferð við at menna sítt olju- og gassvirkisemi. Hesum er Shell stjórin ósamdur við og sigur, at fyritøkan longu hevur minkað um útlátið við 17 prosent síðani 2016. Mótstøðufólk halda tó, at einasti háttur at fáa Shell at minka um sítt olju- og gassvirksemi, er at fáa partaeigarar at taka sínar pengar úr felagnum, men hesum ávara fíggjarstovnar móti.
Annars skjeyt ein av partaeigarunum í felagnum upp herfyri, at Shell eigur at verða býtt upp í tvey feløg, annað við olju og hitt við varandi orkukeldum. Tað hevur stjórin víst aftur sum veruleikafjart.
Oljukeldan Cambo, sum liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum, er kanska tann í øllum heiminum í løtuni, sum varpað verður mest ljós á - her fyrst og fremst frá umhvørvisfelagsskapum, sum mótmæla øllum oljuvirksemi á COP26 í Glasgow. Shell, sum er partur av útbyggingini, sigur seg kortini fara at útbyggja hana, tí hon hevur týdning fyri framtíðar kolvtnisnýtsluna í Bretlandi. Góðkenning av hesi útbygging kann eisini fáa stóran týdning fyri royndirnar hjá landsstýrinum at skapa áhuga fyri nýggjari leiting á landgrunninum.
Heimurin tørv á kolvetni leingi aftrat
Hvussu tað enn verður roynt at steðga oljufeløgunum í sínum virksemi, so siga viðmerkjarar, eins og Shell stjórin, at heimurin fer at hava tørv á nógvari olju og gassi í mong tíggjutals ár aftrat - og sleppa oljufeløgini ikki at halda fram við sínum virksemi, so kann heimurin fara at uppliva nógv størri orkukreppur enn hana, vit uppliva í løtuni við methøgum olju- og gassprísum.
- Eg trúgvi sjálvur, at tað ber til at fremja grøna orkuskiftið, men tað krevur tilrættalegging, vit og skil og samstarv - at gera hetta rætt.
Um tú vilt oyðileggja trúnna hjá fólki við at trýsta orkuprísir upp við at skapa trongar ella marknaðarbrek, so haldi eg, at politikarar missa góðkenning og stuðul í samfelagnum fyri, at hetta yvirhøvur ber til.
Soleingi eftirspurningur er eftir kolvetni fer Shell ella onkur annar at veita hesi.
Eftirspurningur kann ávirkast av eini stjórn við gularót ella stavi, feløg kunnu verða løgd undir trýst av fïggjarum, men tað vil ultimativt verða brúkaraatferð, sum avger, um heimurin kann røkka eitt net zero mál í 2050 sigur Shell stjórin í samrøðu við nógv virda BBC miðilin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2021
Hósdagin varð kunngjørt, at næsti ST-veðurlagstoppfundurin verður í Sharm el-Sheikh
Í gjár endaði ársins ST-veðurlagstoppfundur, COP26, sum hevur verið í skotska býnum Glasgow seinastu tvær vikurnar.
Og hósdagin varð kunngjørt, hvar næsti fundurin verður.
Kunngjørt varð, at Egyptaland skal vera vertur fyri ST-veðurlagstoppfundinum COP27. Tað verður í Sharm el-Sheikh við Reyðahavið komandi ár.
Eisini varð kunngjørt, at COP28 skal ganga fyri seg í Sameindu Arábisku Emiratunum, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021
de Klerk var seinasti forsetin í apartheidsstýrinum í Suðurafrika, og herfyri andaðist hann eftir at hava strídst við krabbamein í longri tíð
Frederik Willem de Klerk, ið var síðsti forseti í apartheidsstýrinum í Suðurafrika, er deyður.
Hann hevði seinastu mánaðirnar verið sjúkur við krabbameini, og svav hann stillisliga inn í heimi sínum í Cape Town, upplýsir grunnur hansara, The de Klerk Foundation, sambært Ritzau.
De Klerk var forseti í Suðurafrika í árunum 1989 til 1994. Í 1993 fekk hann saman við Nelson Mandela friðarheiðursløn Nobels. Hana fingu teir fyri arbeiði teirra at avtaka apartheidsstýrið.
Tað var eisini de Klerk, sum lat Mandela leysan, eftir at hann hevði sitið í fongsul í mong ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021
Uppblómingin skyldast veðurlagsbroytingar, verður sagt
80.000 laksar til eitt virði á minst 2,4 milliónir evrur, 18 milliónir krónur, eru deyðir orsaka av ógvusligari uppblóman av algum í útsynningspartinum av Írlandi. Veðurlagsbroytingar verða sagdar at vera orsøkin til uppblómingina, skrivar blaðið Irish Examiner.
Tað er norska alifelagið Movi, sum eigur alibrúkini, ið eru rakt. Talan er um tvey brúk, Ahabeg og Roancarrig, sum bæði liggja í Bantry Bay.
Fyritøkan sigur, at heitari sjóvur er orsøk til at algurnar hava blómað. Írska havrannsóknarstovan, MI, ávaraði longu í fjør um vandan av øktari alguútbreiðslu orsaka av veðurlagsbroytingunum.
Eygleiðingar í økinum siga, at sjógvurin í fjørðinum er vorðin brúnligur á liti orsaka av phytoplankton.
Movi Ireland upplýsir, at í alibrúkunum var laksur, sum skuldi verið slaktaður hesa vikuna, og útfluttur til Evropa.
Tíðindini um laksadeyðan í Bantry fjørðinum komu fríggjadagin, nærum samstundis sum írska stjórnin kunngjørdi eina umfatandi ætlan fyri 125 milliardir evrur, sum skal minka um koltvíútlátið við 51 prosentum innan 2030.
Tilburðurin verður nú kannaður nærri av Marine Institute, MI, skrivar Irish Examiner.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021
Alt gekk sum ætlað, tá Falcon 9-rakettin varð send út frá Kennedy Space Center í nátt
Fáar dagar eftir at fýra astronautar gjørdu eina væleydnaða jarðarlending út fyri strondina í Florida eftir at hava uppihildið seg úti í rúmdini í seks mánaðir, varð eitt nýtt lið av rúmdafólkum hósnáttina sent út til altjóða ISS rúmdarstøðina.
Útsendingin hendi kl. 02.03 í nátt okkara tíð, og eydnaðist væl.
Umborð eru tríggir amerikanarar frá NASA, Raja Chari, Tom Marshburn og Kayla Barron og ein týskari frá evropeiska rúmdarstovninum ESA, Matthias Maurer.
Tey vórðu send út í einum SpaceX Crew Dragon rúmdarhylki, sett ovast á eina Falcon 9-rakett. Rakettin varð send út frá Kennedy Space Center í Florida, og alt gekk eftir ætlan.
Úti á ISS rúmdarstøðini bíða amerikanarin Mark Vande Hey og teir báðir russisku kosmonautarnir Anton Skhaperov og Pyotr Dubov eftir at fáa nýggjar starvsfelagar.
Chari, Mashburn, Barron og Maurer skulu vera á rúmdarstøðini í eitt hálvt ár, har tey skulu gera vísundaligar kanningar, skrivar dr.dk.
(Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021
Leivdir, sum vórðu funnar í Eysturgrønlandi fyri 26 árum síðani, hava nú víst seg at vera frá einum higartil ókendum slagi av dinosauri
Í 1995 vórðu fornleivdir – tveir skøltar – av dinosaurum funnar í Eysturgrønlandi, og nú, 26 ár seinni, er staðfest, at talan er um eitt nýtt slag av dinosauri.
Tá leivdirnar vórðu funnar, varð hildið, at talan var um eitt slag av plantuetandi evropeiskum dinosauri, plateosaurus, men so er ikki, hevur eitt altjóða granskaratoymi við granskarum úr Brasil, Portugal, Týsklandi, og Danmark, nú staðfest.
Tað higartil ókenda slagið av dinosauri hevur fingið navnið 'issi saaneq'. Navnið merkir "køld bein" og er givið til heiðurs fyri Grønland.
Hesin dinosaururin gekk á jørðini fyri umleið 214 milliónum árum síðani, tá Eysturgrønland var partur av Noregi og Norðurevropeiska meginlandinum, skrivar Sermitsiaq.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2021
Verður við í nýskrivaðum leiki saman við floksfeløgum í tónleikaskúlanum í Weston
Føroyingurin, Elias Magnussen, ið gongur á 3. árið á enska tónleikaskúlanum Musical Theatre á University Centre Weston, hevur mannliga høvuðsleiklutin í einari uppseting av einum nýggjum Broadway sangleiki, kallaður “Experience Marianas”
Tað eru triðja árs næmingar á tónleikaskúlanum, sum fara at framføra sangleikin á Tropicana Weston Super Mare fyrst í desember.
Elias Magnussen hevur spælt við í fleiri sangleikum, sjónleikum og kabarettum í Føroyum. Í “Experience Marianas” spælir hann Dr. Davis Johnson.
Sangurin er skrivaður av amerikanarunum Rob Rokicki og Sarah Beth Pfeifer, og tey koma til Onglands at seta leikin upp saman við næmingunum á University Centre Weston – Academy of Performing Arts.
Leikurin er ein orkufull, svørt komeda, ið roynir at kanna, hvussu fólk royna at fáa vald yvir øðrum fólkum, við at brúka ymiskar valdsskipanir, og hvussu tey finna teirra samleika, innan hesar.
Rithøvundurin Sarah Beth Pfeifer greiður frá: “Experience Marianas er ein spennandi verkætlan, ið vit hava skriva tey seinastu árini og er eitt rock sangleika ævintýr um ferðina hjá einari kvinnu, fyri at flýggja úr einari sekt, ið er umborð á einum skipið. Hvar er betri at framføra ein slíkan leik, enn í býnum Weston Super Mare í Somerset, ið liggur út til sjógvin. Søgugongdin er svørt, tó stuttlig og lýsir ymiskar fløkjur og misskiljingar.”
Tónleikurin er ávirkaður av retro-synths og New Ware rocki, og verður framførdur av einum live rock bólki, ið er mannaður av tónleikanæmingum frá University Centre Weston. Leikstjóri er Grace Taylor.
Leikurin gongur fyri sseg umborð á einum skipið, og høvundurin og tónaskaldið Rob Rokicki og Sarah Beth Pfeiter, hava gjørt leikin soleiðis, at hann fær áskoðararnar at dragast inn í Marianas lærustovnin, ið er ein “healing skeiðsdepil” stovnaður av miseydnaða sjónleikaranum Dr. David Johnson, ið Elias Magnussen spælir.
Marianas lærustovnurin fær áskoðararnar at føla seg sum ein part av leikinum. Byrjanin er veruleikakend, men leikurin verður meira og meira villur og meira háfloygdur, uppbygdur sum ein pyramiduskipan, við sexritualum, sjóskrímslum og at enda einum morði.
Sangleikurin hevði frumframførslu í 54 Below í New York City á vári 2018, og nakrir útvaldir sangir eru at finna á Spotify undir Experience Marianas.
University Centre Weston – Academy of Performing Arts, bjóðar næmingum eina røð av lærugreinum, har næmingarnir hava stóran ágóða av góðum hølisviðurskiftum, smáum flokkum og tøttum sambandi við lærarar og starvsfólk, ið øll hava arbeitt innan vinnuna í nógv ár.
Leikstjórið í Experience Marianas er Grace Taylor, ið hevur arbeitt nógv í West End í London.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021
"List" eitur fyrsta skaldsøga hansara - snýr seg um ein Mikinesmálning, sum verður stolin
Eina ódnarnátt í november hendir tað óhugsandi. Meistaraverkið »Aftur av jarðarferð« hjá Mikines verður stolið á Listasavninum. Hetta sermerkta og skakandi brotsverkið setur gongd á føroysku krimisøguni »List«, sum kemur út hósdagin.
Journalisturin Eyðun Klakstein hevur skrivað krimisøguna. Hetta er hansara fyrsta skaldsøga.
– »List« er ein kvik og spennandi krimisøga, sum vónandi eisini verður fangandi og undirhaldandi at lesa. Umframt at fylgja uppkláringini av brotsverki, kannar bókin eisini, hvussu fólk reagera, tá ið tey koma í kreppustøður, ella tá ið tey kunnu fáa persónligan vinning burtur úr sjálvsøknum avgerðum, sigur hann.
Tá ið Mikines-meistaraverkið er stolið, kemur Sára Emmudóttir, ið er stjóri á Listasavninum, í satt ódnarveður, tí øll vilja vita, hvussu stuldurin kundi henda, og fleiri royna at gera sær dælt av støðuni – bæði í listaumhvørvinum og í politiska heiminum.
Turrlagdi arbeiðsmaðurin Jón Amos, sum eitt skifti hevði sítt egna listagallarí, drekkur sterkt kaffi á skeinkistaðnum Kroysuni og fær illgruna um, at alt er ikki rætt vorðið. Hann verður drigin upp í málið og ger sínar egnu skakandi kanningar. Jón Amos og Sára Emmudóttir koma á slóðina eftir eina vandamikla samansvørjing og mugu brúka dirvi og list fyri at avdúka hana – um tey yvirhøvur megna tað og koma livandi frá tí. Sannleikin kann broyta alt.
Krimibókin »List« er 200 síður til longdar.
Bókin varð framløgd hóskvøldið á almennari móttøku í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Í komandi viku vera bókaframløgur í Klaksvík og í Havn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021
Íslendski rithøvundurin skuldi vera høvuðsgestur á einum tiltaki týsdagin, men hann hevur fingið koronu, og er tiltakið tí avlýst, boðar Norðurlandahúsið frá
Í døgunum 15. til 21. november verða Bókadagar á skránni í Norðurlandahúsinum.
Ein partur av bókadøgunum var tiltakið "Dagur íslendskrar tungu við Einar Már Guðmundsson og fleiri", ið skuldi vera týsdagin 16. november frá klokkan 17 til 19.
Men Norðurlandahúsið boðar nú frá, at tiltakið er avlýst.
Orsøkin er, at høvuðsgesturin, rithøvundurin Einar Már Guðmundsson hevur fingið koronu, og kann hann tí ikki luttaka á bókadøgunum.
Í gjár boðaði Norðurlandahúsið frá, at fleiri av tiltøkunum á bókadøgunum verða stroymd, so at áskoðarar eisini kunnu fylgja við heima um teir t.d. eru í sóttarhaldi.
Skráin fyri Bókadagar 2021 er at finna her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021
Í gjár gav Elin Brimhein Heinesen út lagið Sóleyan, sum hon hevur tónsett til yrking eftir pápan, Jens Paula Heinesen
Fríggjadagin 12. november gav lagsmiðurin Elin Brimheim Heinesen út lagið Sóleyan, sum hon hevur tónsett til yrking eftir pápan, kenda rithøvundan Jens Paula Heinesen.
Stórsligna symfoniska útsetingin, sum italska tónaskaldið Enzo de Rosa hevur staðið fyri, innspæld við City of Prague Philharmonic Orchestra og Tórshavnar Manskóri, gjørdist møgulig eftir fyrstu hópfíggingina nakrantíð av eini tónleikaverkætlan í Føroyum.
Fyri 60 árum síðani skrivaði Jens Pauli Heinesen yrkingina Sóleyan um menniskjans undurfullu, men tó so sárbæru og óvissu tilveru. Árið eftir at hann andaðist í 2011, setti dóttirin Elin tónar til yrkingina í eini roynd at handfara sorgina eftir at hava mist pápan.
Líka síðani hevur hon droymt um at spæla lagið inn við symfoniorkestri og manskóri, men hevði ikki ráð til at fíggja eina so stóra verkætlan einsamøll. Á sumri 2020 heitti hon tí á fólk um at hjálpa sær at gera dreymin til veruleika umvegis hopfigging.fo. Her legði hon lagið út í eini einfaldari útgávu við bara gittari og sangi og krossaði so fingrarnar. Eftir einans seks døgum eydnaðist at fáa upphæddina inn, hon ynskti sær. Tá hópfíggingarátakið var av, hevði hon 80.000 krónur, sum hava gjørt tað møguligt hjá henni at fremja verkætlanina.
Eftir drúgva leitan fann hon fram til italska tónaskaldið Enzo de Rosa, sum hevur sett verkið út fyri symfoniorkestur og kór. Elin sigur soleiðis um samstarvið:
– Eg havi fingið ómetaliga góðan íblástur frá Enzo, sum hevur lurtað ótrúliga væl eftir, hvat eg vildi við verkinum. Eg kundi ikki havt ynskt mær betri samstarvsfelaga.
Tilgongdin hevur verið nógv seinkað – ikki minst orsakað av koronufarsóttini, sum leingi forðaði fólki í at savnast til innspælingar, men nú eftir knøppum hálvumøðrum ári er Elin endiliga til reiðar at vísa úrslitið fyri teimum mongu stuðlunum og restini av almenninginum. Í gjár varð Sóleyan givin út saman við einum videolagi í tveimum útgávum – á føroyskum og á enskum.
– Eg kendi, at vakra og djúptøkna yrkingin hjá pápa hevði uppiborið eina stórsligna pallseting. Tí eri eg so ómetaliga takksom fyri, at so nógv fólk tóku undir við og stuðlaðu Sóleyan-verkætlanini, so dreymurin um at spæla lagið inn við stórum symfoniorkestri og manskóri bleiv til veruleika. Eg gleði meg sum eitt barn at vísa øllum, sum hava stuðlað, hvat er komið burturúr, sigur Elin og heldur fram:
– Pápi skrivaði yrkingina Sóleyan fyrst í 60unum, tá kalda kríggið var í hæddini. Eg hugsi, at tey flestu tá høvdu kensluna av onkrum ófrættakendum, sum kundi raka hvørja løtu. Men kortini vóru fólk noydd at liva lívið, sum um hóttanin ikki var til. Tað elvdi helst til eina ávísa fatalismu. Men pápa so líkt hevði hann altíð eyga fyri náttúruni, sum jú bara er til uttan minsta atlit at, hvat vit menniskju gera. Dagarnir, næturnar, árstíðirnar koma og fara, og sóljan blómar framhaldandi, púrasta ónervað. Í stóra høpinum er menniskjan so evarska lítil í mun til størri kreftir, sum leika á, og sum kunnu kollvelta heimin eftir lítlari løtu. Hetta kenna vit okkum helst aftur í, nú vit øll hava verið rakt av eini heimsumfatandi kreppustøðu seinastu árini.
– Eg havi gjørt fýra onnur løg til yrkingar eftir pápa mín. Tað hevði verið ómetaliga hugaligt, um tað eydnaðist at spæla tey inn við symfoniorkestri eisini, so øll fimm løgini kunnu verða givin út næsta ár, savnað á einari EP, fyri á henda hátt at heiðra minnið um pápa á 90 ára føðingardegi hansara um akkurát eitt ár. Hetta er næsta verkætlanin, sum eg longu eri farin í holt við saman við Enzo de Rosa, sigur Elin at enda.
Ætlanin var at bjóða øllum, sum hava stuðlað hópfíggingarverkætlanini til stórt útgávutiltak í Perluni í Havn, men orsakað av álvarsomu støðuni við koronu í løtuni er tiltakið avlýst. Allir stuðlar verða ístaðin bodnir til smærri stovukonsertir heima hjá Elini.
Á árligu nýggjárskonsertini, sum verður 7. og 8. januar 2022 í Norðurlandahúsinum, verður verkið Sóleyan framført fyrstu ferð á konsert av Føroya Symfoniorkestri við Elini sum sangsolisti.
Lagið kann hoyrast í føroyskari og enskari útgávu á eitt nú Spotify.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021
20 umsóknir komu inn í ársins seinna stuðulsumfari, og søkt var um tilsamans 1,9 milliónir krónur
Stuðul verður latin 18 umsóknum um stuðul til film í ársins seinna umfari. Til hetta umfarið komu 20 umsóknir komu inn, og søkt var um tilsamans 1,9 milliónir krónur, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið í tíðindaskrivi.
Stuðulin fevnir um eitt nú hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um bæði dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.
Millum nýggjar verkætlanir kann nevnast, at Jonas í Dali Wagner hevur fingið 150.000 krónur til Tann óveruliga verðin hjá Aldu, ið er ein teknirøð til børn eftir unga leikstjóran Tóka Jansson. Røðin viðger á skemtiligan hátt ymisk evni í gerandisdegnum, sum vaksin og børn kenna seg aftur í.
Ein nýggj føroysk-pólsk framleiðsla hevur fingið 150.000 kronur. Hon snýr seg um grindadráp, sum verður lýst úr ymsum sjónarhornum. Talan er um heimildarfilmin To Slay the Grind eftir Symphor Film v/Franklin Henriksen. Filmurin viðger nútíðar føroyingin, har menniskja, siðvenja og náttúra eru í miðdeplinum.
Jóna Kristin Thomsen hevur fingið 37.000 krónur í stuðli til eina røð av stuttfilmum, sum lýsa kreativar mannagongdir innan trý ymisk skapandi øki: veving, málningalist og leiklist. Endamálið við filmunum er at fremja fatanina av, hvat ein kreativ mannagongd er og fáa fram tankar og evni hjá dugnaligum føroyskum listafólkum og listhandverkarum.
Samlaða filmsjáttanin er 2,9 milliónir krónur. Næsta stuðulsumfar verður lýst í desember við freist 1. februar 2022, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið.
Tey 18, ið fingu stuðul í hesum umfarinum, eru:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021
Landsinnsavningin 2021verður sjónvarpað á Rás1 hjá Televarpinum
Farna vikuskiftið var vóru tað Kris og Sinnisbati, sum savnaðu pengar inn við væleydnaðari sending í Kringvarpi Føroya.
14 dagar seinni fer Reyði Krossur Føroya at hava eina líknandi innsavning. Men tað verður ikki í kringvarpinum, men á opnu sjónvarpsrásini Rás1 hjá Televarpinum.
Í sendingini verða áhugaverdar samrøður, innsløg og live tónleikaframførslur við eitt nú Týr, Gretu, Leu Kampmann og Robert McBirnie, skrivar Reyði Krossur á uppslagi á Facebook.
Sendingin verður sunnukvøldið 21. november klokkan 19, tá heitt verður á fólk og fyritøkur um at hjálpa Reyða Krossi at hjálpa, har neyðin er størst í Føroyum og úti í heimi, við at stuðla við einari peningarupphædd.
Longu nú er møguligt at stuðla: Øll, ið ringja 90 56 56, stuðla við 150 krónum, og eru samstundis við í lutakastinum um ein spildurnýggjan Mazda MX-30 el-bil frá Wenzel. Eitt uppkall telur sum ein lutaseðil, og til ber til at ringja fleiri ferðir.
Vinnarin verður funnin undir sendingini, og ringjast kann fram til sunnukvøldið 21. november kl. 19:50. Øll húsarhald í Føroyum hava fría atgongd til sjónvarpssrásina Rás1: Tað einasta, ið krevst, er antenna, kaðal ella satelitt, og eitt sjónvarp.
Eisini ber til at lata peningagávu til Reyða Kross umvegis peningastovnar:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021
Nú fæst teknirøðin hjá Jónas í Dali Wagner, "Frúa og Flúgvi" á føroyskum
Hvønn vetur strýkur Jólaódnin um jarðarknøttin og ber alt, sum gongur leyst, burtur í ein lítlan, fjarskotnan dal. Soleiðis hendir tað, at lítli Flúgvi vaknar í húsunum hjá Frúu, ein tólv ára gomul og avbera ráðføst genta. Tey bæði gerast góðir vinir, men Frúa er skotin í hetjuni í dalinum, og tað førir vinalagið av leið.
Frúa og Flúgvi er ein barnateknirøð um vinskap og kærleika. Søgan varð á fyrsta sinni givin út í 1992 undir heitinum "Frøken og Flyver" og fekk stóra vinningin í kappingini hjá Gyldendal og Berlingske Tidende um bestu teknisøgu fyri børn.
Jonas í Dali Wagner hevur gjørt røðina. Hann býr í Havn og starvast við filmi, teknisøgu og við at menna ung listafólk. Trygvi Danielsen hevur týtt til føroyskt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2021
Kvinnusøgur verða lýstar í akrobatikki og tónleiki í sýningini "Det får bära eller brista", 14. november i Norðurlandahúsinum
Kvinnur hava til allar tíðir borið og lyft børn - og eplasekkir, grýtur, vatn og mjólkaspannir, barnavognar inn í bilin og upp trappurnar, innkeyp, brenni, vaskiklæði... og fleiri børn.
Ja, tað krevur styrki at vera kvinna. Eisini í sýningini Det får bära eller brista, ið sameinir akrobatik og tónleik fyri at siga frá kvinnusøgum. Seks kvinnuligir akrobatar og møður trína á pallin, fyri at granska markið í millum at lyfta og at hokna. Tað tunga og tað lætta. Styrki og viðbrekni. Gleði og sorg.
Á pallinum verða pyramidur bygdar úr menniskjum og hugtakandi akrobatiskar koreografiir skaptar – alt í nýskapandi andanum, sum vit kenna frá nýsirkusi - sirkus fyri vaksin.
Atgongumerki fæst á nlh.fo.
Hugskot: Circus By Me
Leikstjóri: Åsa Johannisson
Akrobatar: Anna Nerman Sylla, Katja Kortström, Linda Petersson, Rebecka Nord, Seela Wanvik & Signe Veinholt
Tónasmiður: Anna Cederquist
Tónleikarar: Anna Rynefors, Anna Cederquist
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2021
Fleiri enn 800 ognir hjá bretsku songkvinnuni vórðu herfyri seldar á uppboðssølu í USA fyri tilsamans 26,5 milliónir krónur
Herfyri var ein rúgva av ognum hjá bretsku songkvinnuni Amy Winehouse seldar á uppboðssølu hjá auktiónshúsinum Julien's í USA, og ognirnar vórðu seldir fyri tilsamans 4,1 milliónir dollarar, ið svarar til 26,5 milliónir krónur.
Áðrenn uppboðssøluna varð annars mett, at sølan bert fór at geva umleið tvær milliónir dollarar, ið er nærum 13 milliónir í okkara krónum.
Fleiri enn 800 lutir vórðu seldir, skrivar Sky News. Størsta sølan var kjólin, sum songkvinnan var í á seinastu konsert hennara, í Serbia, áðrenn hon andaðist á sumri 2011, 27 ára gomul. Kjólin varð seldur fyri 243.000 dollarar, ið svarar til 1,57 milliónir krónur.
Næstdýrasti luturin gjørdist ein hjartaformað taska, sum Amy Winehouse hevði við sær til Brit Awards í 2007. Hon varð seld fyri 204.800 dollarar, ið svarar til uml. 1,3 milliónir krónur. Sambært Ritzau er tað tvífalt so nógv, sum auktiónshúsið hevði roknað við, at taskan fór at verða seld fyri.
Fleiri enn 800 lutir vórðu seldir á uppboðssøluni (Mynd: EPA)
Á uppboðssøluni vóru eisini onnur klæðir, gamlar tekningar, sum Amy Winehouse hevði teknað, og bøkur.
Amy Winehouse andaðist í juli 2011. Hon varð funnin deyð orsakað av alkoholeitran. Kanningar av líki hennara vístu, at hon hevði drukkið nógv eftir, at hon annars hevði hildið sær frá rúsdrekka í longri tíð.
Alt, sum kom inn frá uppboðssøluni, fer óskert ein grunn, sum foreldur hennara hava stovnað til minnis um hana. Grunnurin hevur til endamáls at hjálpa ungum, sum stríðast við misnýtslu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2021
Føroyska U21 landsliðið liggur enn framman fyri Serbia í EM-undankappingini
Føroyska U21 landsliðið í fótbólti vann sær eitt stig í sera trupla útidystinum seinnapartin í gjár móti Serbia í Novi Sad.
Føroyska liðið vardi seg manniliga móti bóltfimu serbunum. Men tað var ikki bara spæl upp á eitt mál, tí føroyska liðið fekk eisini skapt fleiri góðar møguleikar.
Men onki mál kom í dystinum, og tað var týðuligt, at tað vóru leikararnir hjá Sámal Erik Hentze nógv meira nøgdir yvir, enn serbisku leikararnir.
Sostatt liggja Føroyar framvegis framman fyri Serbia í hesi EM-undankappingini. Frakland er á odda við 13 stigum fyri 5 dystir, Ukreina hevur 10 stig, Norðurmakedonia og Føroyar hava 6 stig, Serbia 5 og Armenia 3 stig.
Hetta var seinasti dysturin hjá Føroyum áðrenn vetrarstøðgin. Tveri dystir verða 16. november: Ukreina móti Serbia og Norðurmakedonia móti Fraklandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021
AB fekk javnleik á Sandi, og hetta var nóg mikið til at enda nummar trý og at flyta upp aftur eftir eitt ár í 1. deild. Teitur Jóanessarson skoraði til 1-1 í inntensa dystinum, og hetta gjørdist avgerandi
Tey bæði liðini, sum fluttu niður úr Betrideildini í fjør, steðgaðu bert eitt ár í 1. deild. Hetta er greitt eftir avgerandi dystin á Sandi leygardagin. Skála tryggjaði sær uppflyting og gull í farna mánaði, og eftir tógvið stríð megnaði AB at knógva B71. Sandoyingar hava megnað at hanga í AB, ið ikki vann nakran dyst í september, men sum nú gjørdi arbeiðið liðugt.
Hetta er fyrstu ferð síðani 2016, at tvey lið flyta beinleiðis upp í Betrideildina. Tá vóru tað EB/Streymur og 07 Vestur, ið endaði ávíkavist nummar eitt og tvey í 1. deild, og triðja plássið hjá FC Suðuroy var ikki nóg mikið. Tað var tað hjá AB hesaferð - Víkingur endaði við silvurkrónunum. AB og Skála avloysa ÍF og TB í Betrideildini til næsta ár. Tey bæði liðini, ið fluttu upp í fjør - 07 Vestur og B68 - hildu sær bæði uppi eftir góð avrik í ár.
B68 tryggjaði sær sæti í Betrideildini 2021 við sigri á AB í upp- og niðurflytingardysti. Nú eru argjamenn aftur í fremstu røð, eftir at hava fingið gott úrslit í avgerandi dysti um plássið.
B71 var á uppflytingarkós - fingu ikki lagt trýst á í 2. hálvleiki
Tað var annars heimaliðið, ið byrjaði betri í útsetta dystinum. B71 var ágangandi, og sum heild varð byrjað við nógvari leikferð og inntensiteti.
Teir í gulum høvdu tvær góðar støður, áðrenn hol kom á. Uppskriftin var einføld: Langt útspark frá málverjanum Jóhan Herálvi Hentze, royndi toppskjúttin Clayton Soares snittaði bóltin væl víðari, Tijani Mohammed rann rætt, og nakað spískt og í ójavnvág fekk hann sent eitt skot móti málinum. Danin Anders Ploughmann Nagel fekk ikki vart fyri tí, og so var stórur fagnaður í B71-leguni, á vaktum, teimum sum høvdu stilla seg í bøin nakað frá vøllinum sjálum og í mongu bilunum við vøllin.
B71 hevur ikki verið í bestu deildini síðani 2011, men var í 25 minuttir á uppflytingarkós.
AB kom skjótt betri inn í dystin, og tendringin í honum var stór; vakurt fótbóltsspæl var ikki í miðdeplinum, men menn á báðum liðnum stríddist veruliga til sítt ítarsta. Petur Reinert lat fyri tað mesta spælið koyra, og nærdystirnir vóru nógvir. Tað er ikki so løgið, tá nógv er uppá spæl - eftir 33 minuttir gav ein nærdystur tætt við B71-brotsteigin og nakað til vinstru fríspark til AB.
Royndin frá eyðsýnda og stríðsfúsa dananum, Ardit Murati, gav ikki mál, men eftir tveir returbóltar, endaði bólturin hjá Teiti Jóannesarssyni, og høgi miðverjin fekk akkurat beint bóltin um linjuna, hóast Jóhan Herálvur hevði hondina á og royndi sítt ítarsta. Ivamál var, um rangstøða var, tí sandoyingar vildu vera við, at hjálpardómarin hevði havt flaggið á lofti, men mál var, og so hevði AB úrslitið, ið var nóg mikið til uppflyting.
Argjamenn løgdu væl frá brots eftir steðgin og høvdu støður til at leggja seg á odda, men B71 stríddist ímóti, og so hvørt fór fokus hjá AB meira yvir til at halda úrslitið. Hetta eydnaðist, tí liðið stríddist væl saman og tyktist væl skipað, meðan B71 hevði ilt við at skapa møguleikar. Til tíðir tyktist tað vera ivasamt, um ætlanin var at flyta bóltin meira eftir jørð og síðani koma til innlegsstøður ella at savna nógvar leikrarar langt uppi á vøllinum og sparka niðan. Tað gjørdist ongantíð heilt vandamikið frammanfyri AB-málið; tað manglaði góðska á síðsta triðinginum hjá B71, og harvið kundi teir í bordeaux/vínreyðum fegnast, tá Petur Reinert bríkslaði fyri seinastu ferð. Nú kunnu tey á Argjum av álvara fara undir fyrireikingarnar til 2022, og Jonas Dal Andersen, ítróttarstjóri, sum í dag eisini sást við síðulinjuna, fer helst skjótt at fáa fatur á nøkrum nýggjum leikarum.
27. umfar í 1. deild - 07.11.2021
B71 - AB 1-1 (1-1)
11' Tijani Mohammed 1-0
35' Teitur Jóannesarson 1-1
AB endaði á triðja plássi við 44 stigum - B71 á fjórða plássi við 42 stigum. Skála vann deildina
(Mynd: Olena Goffe)
(Mynd: Olena Goffe)
(Mynd: Olena Goffe)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2021
Ungu danirnir hjá NSÍ gjørdust avgerandi, og við 2-0 sigrinum yvirhálaðu teir í gulum og svørtum B36, ið nú - eins og í fjør - noyðast at vinna steypakappingina fyri at tryggja sær evropeiska luttøku
7. november 2020 vann NSÍ 4-3 á B36 á Tórsvølli í 27. umfari í Betrideildini. Harvið vunnu runavíkingarnir sær evropeiskt pláss til hetta kappingarárið, og tá B36 varð sligið út í hálvfinaluni í steypakappingini móti Víkingi - við Løkin - so var greitt, at B36 ikki slapp út í Evropa at spæla í ár.
Nú, júst eitt ár eftir seinast liðini spældu ein møguliga avgerandi dyst um evropeiskt pláss, hittust tey aftur til ein líknandi dyst.
Fjórða plássið í Betrideildini var uppá spæl, og í B36 og NSÍ visti man, at ein sigur fór at gera, at liðið lá til evropeiskt pláss áðrenn síðstu dystirnar í steypakappingini - hjá B36 hevði tað verið nóg mikið við javnleiki, tí liðið hjá Dan Brimsvík vann 2-0 á Víkingi hóskvøldið
Tað eydnaðist tó heldur ikki í ár hjá B36, at koppa NSÍ tá á stóð. Hetta hóast útiliðið var nærri við at skora í fyrra hálvleiki, tá bæði Uros Stojavnov og ein vælupplagdur Hannes Agnarsson komu til stórar møguleikar.
Tað eydnaðist tó ikki at gagnnýta hesar, og NSÍ, ið át seg meira inn í dystin, tók av, tá møguleikin kom tíðliga í 2. hálvleiki. B36 bygdi upp, Bjarki Nielsen kom eitt sindur aftur í vøllin, men alvering hansara endaði beint hjá Jakob Trenskow, nakað uttanfyri brotsteigin. Kviki 20-ára gamli danin setti ferð á, og komin inn í brotsteigin, nakað til vinstru, royndi hann seg við sínum sterka vinstra beinið. Mattias Lamhauge bjargaði væl, men bólturin kom út til Trenskow aftur, ið hesuferð skeyt við høgra beinið, og bólturin fór umvegis landsliðsmálverjan, ið var nær við aftur at verja fyri, í málið.
B36 skuldi nú hava minst eitt mál og royndi at trýst, men tyktist at mangla nakað av yvirskotið og gjøgnumbrotsmegi. Eftir gott gjøgnumbrot í høgru og góðan stútara frá Urosi, var bólturin á veg í NSÍ-málið, men Karsten Hansen var sum køtturin og bjargaði væl. Nærri komu teir hvítkløddu ikki, og minuttin seinni punkteraði NSÍ dystin við málið aftaná eina skjóta umstilling. Klæmint Andrasson Olsen rak væl við ferð og slepti bóltin rætt til høgru, og nakað inni í brotsteignum og til høgru møtti innskifti Mikkel Elbæk Jakobsen í ferð bóltinum og sendi hann millum beinini á Mattiasi.
Áskoðarar sluppu ikki at vera til dystin, men NSÍ-fjepparar, leikarar, venjarar og nevnd kundu fegnast løtu seinni, tá bríkslað var av. 2-0 sigurin merkir, at sum nú er, skal NSÍ áttanda árið á rað spæla evropeiskar dystir, og tað gevur minst 1,8 milliónir.
Liðið hjá Bill McLeod Jacobsen skal í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið spæla móti HB.
B36 misti Ragnar Samuelsen orsakað av vøddaskaða í upphitingini, Lukas Enevoldsen í fyrra hálvleiki, og seinastu minuttirnar spældi liðið við tíggju monnum, tí Andrass Johansen varð takklaður hart, og eingin útskifting var eftir. Sebastian Pingel var ikki við, orsakað av skaðanum hann fekk í Víkinga-dystinum.
Nú skulu teir í B36 royna at koma fyri seg til steypakappingina, ið nú hevur fingið uppaftur størri týdning: Hon skal vinnast, um liðið skal út í Evropa at spæla aftur. B36 hevur Víking á skránni í hálvfinalunum seinna helmingin av mánaðinum
Betrideildin, 27. og seinasta umfar
07.11 - útsettur frá 30.10
NSÍ - B36 2-0 (0-0)
55' Jakob Trenskow 1-0
78' Mikkel Elbæk Jakobsen 2-0
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2021
- Eg trívist øgiliga væl í HB. Eg havi ambitiónir um at vinna, so hetta er tað rætta staðið fyri meg at vera, sigur 27-ára gamli landsliðsmiðverjin, sum er ein royndur maður í føroyskum fótbólti. Hann hevur spælt í HB seinastu trý kappingarárini
Hann hevur spælt 196 dystir í Betrideildini og 27 í kappingini um Løgmanssteypið. Tey seinastu trý kappingarárini hevur hann spælt fyri HB, eins og hann gjørdi sum heilt ungur.
Tað var annars í B36 í 2013, at Hørður Askham breyt ígjøgnum í fremstu røð í føroyskum fótbólti. Árið fyri hevði skjóti og sterki miðverjin, sum tá - eins og í summum førum seinni - eisini varð nýttur á miðvøllinum, verið við til at spælt 07 Vestur upp í bestu deildini. Eftir leiguavtalan var av, gekk skjótt og Hørður spældi fast í 2013, tá B36 endaði við bronsu og evropeiskum plássi, og í 2014 og 2015 tá B36 gjørdist føroyameistari. Í seinnu hálvu í seinna meistaraárinum fekk Hørður tó als ikki spælt, vegna heldur sjáldsaman vøddaskaða.
Hørður Askham í dysti fyri KÍ móti B36 - hesi liðini umboðaði hann í Betrideildini, áðrenn hann skifti til HB (Mynd: Sverri Egholm)
Í 2017 og 2018 spældi Hørður Askham fyri KÍ, og fekk millum annað fleri evropeiskar royndir - hann hevur higartil spælt 17 evroepiskar dystir. Síðani gekk leiðin aftur til Havnar, har Hørður hevur spælt síðani og verið so at siga fastur maður í miðverjuni hjá HB, tá hann hevur verið tøkur.
Fyrsti A-landsdysturin gjørdist ein ring uppliving fyri havnarmanninum. Hørður spældi á høgra bakki í 4-0 ósigrinum á heimavølli fyri Svøríki í september 2019, og eftir ein nærdyst seint í dystinum sleit hann eitt krossband í knænum. Hetta hevði við sær, at verjuleikarin ikki var aftur á besta liðnum hjá HB fyrrenn eitt ár seinni. Harvið náddi hann at vera við til at fáa meistarahúsið í hús og at vinna steypakappingina annað árið á rað. Við teimum steypunum hevur Hørður Askham vunnið fimm í føroyskum fótbólti, og HB fer seinni í mánaðinum at stríðast fyri at fáa fatur á Løgmanssteypinum aftur.
Í HB til og við 2023 - størri leiklut á landsliðnum
Í vikuni gjørdist greitt, at Hørður eisini verður í reyðum og svørtum í 2022 og 2023. HB hevur á Facebook-síðu sínari gjørt greitt, at sáttmálin er galdandi, so hann nú er galdandi í tvey ár afturat.
- Eg trívist øgiliga væl í HB, og haldi at umhvørvið í felagnum er gott. Eg havi ambitiónir um at vinna, so hettar er tað rætta staðið fyri meg at vera, sigur Hørður í stuttari viðmerking.
Hørður Askham saman við Kevin Schindler, eftir at nýggi sáttmálin við HB er komin uppá pláss (Mynd: Havnar Bóltfelag)
Hørður á høkjum eftir sín fyrsta A-landsdyst (Mynd: Sverri Egholm)
Í verjustøðu móti Skotlandi 25 mánaðir seinni (Mynd: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2021
- Eg havi havt tvey góð ár í EB/Streymi, har eg havi trivist væl, spælt nógv og ment meg nógv. Men eg haldi eisini, at tíðin nú er tann rætta hjá mær at taka næsta stóra fetið, og har passar B36 sum fótur í hosu hjá mær
- Símun Sólheim er eitt av heilt spennandi nøvnunum í føroyskum fótbólti. Framrættaði spælarin, sum kann røkja pláss á bæði kantinum og mitt fyri, er B36’ari av uppruna, men nøkur av ungdómsárunum var hann hjá grannunum, og seinastu tvey árini hevur hann veruliga prógvað seg sum Betri-spælara í EB/Streymi.
Soleiðis skrivar B36 um fyrsta nýggja leikaran, ið kemur í hópin til næsta ár. Sjálvur heldur Símun, at hetta er rætta fetið í framhaldandi menningini hjá sær.
- Eg havi havt tvey góð ár í EB/Streymi, har eg havi trivist væl, spælt nógv og ment meg nógv. Men eg haldi eisini, at tíðin nú er tann rætta hjá mær at taka næsta stóra fetið, og har passar B36 sum fótur í hosu hjá mær.
Símun, saman við Magna Vatnhamar Mouritsen, formani í B36 (Mynd: b36.fo)
Símun hevur spælt 56 dystir fyri besta liðið hjá EB/Streymi seinastu tvey kappingarárini. Hann fekk sínar fyrstu dystir í Betrideildini seint í 2019 fyri HB, har hann spældi øll tannáringaárini - fyriuttan eitt skifti í Brøndby.
Tað var tó í B36, at fótbólturin byrjaði hjá nú 20-ára gamla hoyvíkinginum
- Tað er eitt sindur sum at koma heim. Eg havi vant tvær ferðir við nýggju liðfeløgunum, og eg havi alt fyri eitt kent meg sum heima, so eg gleði meg, til eg aftur kann tørna út fyri felagið, sigur Símun Sólheim við b36.fo
Í EB/Streymi er tekniskt dugnaligi leikarin vorðin meira álopskendur, enn hann var sum ungdómsleikari, tá hann fyri tað mesta var ein spælskipari á sentrala miðvøllinum. Í 2020 og 2021, har Símun hevur spælt nógv á vonginum, hevur hann skorað átta ferðir í Betrideildini.
Símun Sólheim hevur hesa vikuna verið í Serbia við 21-landsliðnum. Umframt 55 dystir í Betrideildini og fimm steypadystir, hevur Símun spælt fimm U21-landsdystir. Hann hevur verið á øllum ungdómslandsliðunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021
Toftamaðurin skallaði bóltin í málið í 89. minutti í trupla útidystinum, og harvið liggur liðið framvegis væl í stríðnum um uppflyting til bestu belgisku deildina. Her er stutt yvirlit yvir gongdina hjá teimum átta útisetunum, sum í løtuni eru á landsliðnum
Í føroyska landsliðshópinum eru átta leikarar - tað er ein triðingur - sum til dagliga spæla uttanlands. Nakrir gjørdu vart við seg í dystum í vikuskiftinum.
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren - Næstbesta deildin í Belgia
30-ára gamli toftamaðurin spældi allan dystin sum annar av áleyparunum. Talan var um oddadyst í Westerloo - heimaliðið var tó áðrenn dystin sjey stig frammanfyri Waasland-Beveren á øðrum plássi. Hendan fjarstøðan sá út til at fara at økjast, tá heimaliðið legði seg á odda í 74. munitt, men 15 seinni sló Jóan Símun til. Innlegg kom úr vinstru, og nummar 39 rann heilt rætt og fekk við pannuni stýrt væl framvið málverjanum og innum stongina. Waasland-Beveren er harvið framvegis á 2. plássi, nú ellivu umfør eru leikt. Hetta plássið gevur upp- og niðurflyringardyst.
Jóan Símun Edmundsson hevur í ellivu landskappingardystum fyri felag sítt skorað tvey mál og lagt upp til trý. Leikliga avrik hansara í seinastu landsdystunum hevur verið heilt gott og fyrr í ár legði hann upp til málið hjá Sonna Ragnari Nattestad í Wien. Tað eru tó beint yvir trý ár síðani, at Jóan Símun skoraði fyri Føroyar. Hetta var í Nations League-heimadystinum móti Malta. Álopskendi og tekniskt sterki leikarin hevur síðani verið nógv inn og út av liðunum, orsakað av skaðatrupulleikum.
Hallur og Vejle vunnu - Patrik skoraði, men fekk reytt og tapti
Vejle er framvegis á aftasta plássi í Superliguni, men hevur vunnið tveir útav seinastu trimum dystunum, og hevur nú sjey stig upp til strikuna.
Tað hevur harvið hjálpt, at Hallur Hansson er komin inn í hópin. Miðvallarin spældi í gjár allar 90 minuttirnar í heimasigrinum á SønderjyskE, ið er næstaftast, og landsliðsliðformaðurin fekk eitt gult kort. Viljormur Davidsen sat á bonkinum allan dystin.
Petur Knudsen er eisini í donskum fótbólti. Har gjørdi hann skjótt vart við seg, við máli í trimum dystum á rað í august. Hann kom eisini inn í dysti og skoraði 17. oktober, tá 23-ára gamli áleyparin tryggjaði Lyngby javnleik á heimavølli móti Hobro og skoraði harvið sítt fjórða mál í næstbestu donsku deildini.
Síðani byrjaði hann inni í Horsens móti liðnum hjá Jens Berthel Askou, men henda mánaðin hevur hann næstan ikki spælt - als ikki í Hvidovre leygardagin og ein fimm minuttir, umframt yvirtíð móti Vendsyssel mikudagin. Ósigurin í Hvidovre merkti, at mótstøðuliðið yvirtók oddasessin, og at Lyngby fór niður á 3. plássi. Langt er tó niður til liðini í niðaru hálvu - seks tey ovastu fara í 2022 í ein bólk fyri seg at spæla í uppflyting.
Patrik verður fagnaður fyri enn eitt mál - hann fekk eisini reytt kort leygardagin (Mynd: eikfotball.no)
Kappingarárið hjá Patrik Johannesen í Noreg er fyribils liðugt. Hetta gjørdist greitt leygardagin. Tvørmaðurin átti, sambært heimasíðuni hjá Egersunds, feilalveringina, ið kostaði leiðslumálið hjá Notodden. Útiliðið økti stutt fyri steðgin, men í 63. minutti skoraði Patrik við beinleiðis frísparki. Hetta var mál nummar 13 hjá honum í 21 landskappingardystum. Tíggju minuttir seinni fekk 26-ára gamli føroyingurin gult kort og í yvirtíðini ta seinna gula og harvið reytt.
Patrik Johannesen hevði kortini ikki fingið verið við í avgerandi dystinum um 2. plássið, ið gevur upp- og niðurflytingardyst, tí dysturin í Arendal í seinasta umfari verður leiktur sunnudagin. Nakrar tímar eftir dystin varð tað kunngjørt, at Patrik skuldi við føroyska A-landsliðnum fyri fyrstu ferð síðani í mars. Kviki álopskendi spælarin avloysti skaðadarvaða Meinhard Olsen, og meðan hann er í Ísrael, skulu liðfelagirnir stríðast fyri at fáa stig í býnum, sum er íblástur til Frozen-teknifilmarnir. Ein javnleikur er nóg mikið hjá Egersunds fyri at fáa tryggja sær tveir dystir móti liðið úr næstbestu deildini um at flyta upp.
Brandur eisini í uppflytingarstríði - Sonni Ragnar og Gunnar spæla ikki
Brandur Hendriksson er fastur fúsur á miðvøllinum hjá Helsingborg. Tekniskt dugnaligi skálvíkingurin hevur, av røttum, fingið nógv rós frá venjaratoymi, fjepparum, føroyskum og útlendskum miðlum o.s.fr fyri avrik síni á landsliðnum. Miðvallarin skarðar sum ofast framúr á føroyska liðnum, har hann tíverri ikki var at síggja í gjárkvøldið vegna leikbann.
Hann verður tó við í Ísrael, og síðani bíða avgerandi dystirnir í Svøríki. Tvey umfør eru eftir í Superettan, og Helsningborg skal hava ein sigur fyri at tryggja sær upp- og niðurflytingardystir - beinleiðis uppflytingarmøguleikin fór endaliga í vikuskiftinum í 3-1 ósigrinum fyri Varnamo - Brandur legði upp til málið hjá Helsingborg.
Brandur Hendriksson er ein týdningamikil leikari fyri Helsingborg
Íslendska kappingarárið var liðugt síðst í september, og harvið hevur Gunnar Nielsen ikki spælt síðani tá. 35-ára gamli málverjin spældi 21 útav teimum 22 landskappingardystunum fyri FH, ið hann hevur umboðað seinastu seks kappingarárini. Liðið av Hafnarfjørðinum endaði nummar seks út av teimum tólv í Pepsideildini. Gunnar vardi føroyska málið í undankappingardystunum í mars og eisini í 4-0 ósigrinum fyri Ísrael 1. september - teir fýra dystirnar síðani hevur Teitur Matras Gestsson spælt.
Ein, sum ikki spælir nógv, er Sonni Ragnar Nattestad. Tað eru tveir mánaðir síðani, at høgi miðverjin byrjaði ein dyst fyri Dundalk í bestu írsku deildini.
Síðani komu seks dystir, har Sonni Ragnar var á vøllinum í tveimum - í samanlagt sjey minuttir - og eftir landsdystirnar í oktober - har hann í báðum førum spældi 90 minuttir - er Sonni Ragnar Nattestad skrásettur fyri ein dyst og ein minutt í Dundalk. Tað var fyri av verja sigurin heim móti Drogheda; hinar fimm dystirnar síðani seinasta landsliðssteðg hevur landsliðsmiðverjin verið á bonkinum.
Dundalk hevur ein dyst eftir; um hann endar við sigri, so endar liðið nummar fimm, annars nummar seks av tíggju í Írlandi. Sonni Ragnar Nattestad spældi nógv fyrstu tíðina í Írlandi, men hetta broyttist serliga eftir venjaraaskifti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2021
Ísraelska liðið vann ein greiðan 5-1 sigur í EM-undankappingini í Slovakia hósdagin
Mánadagin tapti føroyska U17-landsliðið við gentum 3-0 til Slovakia í fyrsta dysti í EM-undankappingini í Slovakia, og hósdagin taptu tær eisini seinna dystin móti Ísrael.
Ísraelska liðið var sterkari, og vann til endans ein greiðan 5-1 sigur á Føroyum, skrivar fsf.fo.
Sæð við føroyskum eygum var serliga byrjanin av dystinum trupul, og longu eftir eitt korter var 3-0. Men genturnar fótaðu sær sum fráleið, og komu til fleiri góðar støður og vunnu eisini nøkur hornaspørk.
Og tað var eisini júst eftir horna, at Fríða Jacobsen skoraði fyri Føroyar, tá hon stutt fyri steðgin minkaði til 3-1. Men nærri kom føroyska liðið ikki, og í seinna hálvleiki fekk Ísrael tvey mál afturat.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021
Eftir at hava gjørt Rangers aftur til eitt topplið í Skotlandi, flytir fyrrverandi stórspælarin hjá Liverpool nú til Birmingham
Enska premier league-felagið, Aston Villa, gjørdi hósmorgunin við Steven Gerrard at vera nýggjur venjari í felagnum.
Gerrard, sum í 17 ár spældi við Liverpool FC, hevur síðan 2018 verið venjari í skotska felagnum Glasgow Rangers, sum hann førdi til meistaraheitið í fjør. Og liðið liggur klárt á odda í Scottish Premiership, nú Gerrard gevst, og flytir til Birmingham.
Aston Villa loysti í farna mánaði Steve Bruce úr starvinum, sum hann hevur røkt síðan 2016. Síðan hevur Dean Smith tikið sær av uppgávuni.
Tað hevur gingið striltið hjá Aston Villa í Premier League í ár. Liðið hevur í løtuni 10 stig fyri 11 dystir, og liggur 16. plássi beint oman fyri niðurflytingarstrikuna.
Premier League hevur í løtuni ein støðg, tí landsliðsfótbóltur er á skránni. Steven Gerrard fær sostatt góða tíð at seta fyrireika nýggja lið síð til næstu uppgávuna, sum er 20. november heima móti Brighton & Hove Albions.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2021
Eins og hóskvøldið, gjørdist talan um trý-máls sigur til ungu føroysku menninar, sum í august næsta ár skulu spæla EM-endaspæl. Í mun til fyrra venjingardystin millum liðini var meira spenningur gjøgnum hendan vælleikta dystin - Óli Mittún var heilt stóri leikarin við fjúrtan málum
1. juli 2019 gjørdi føroyska U17-landsliðið við dreingjum ein ordans vørr í fyrsta dystinum í European Open í Valhalla Sportshall í Göteborg, har tað endaði við tíggju máls sigri hjá Føroyum á Noreg.
Tað endaði við, at føroyska liðið, við millum annað Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Hákuni West av Teigum, Paula Jacobsen og Paula Mittún, vann kappingina, og Føroyar høvdu av álvara víst hondbóltsevropa, at ein bjørt framtíð var fyri framman hjá tí lítla landinum.
Tá árgangirnir hittust aftur í Svøríki í august í Scandinavian Open vunnu Føroyar aftur trygt á Noregi, og nú hava árgangirnir niðanfyri tikið við: Bæði hósdagin og í leygarkvøldið í farnu viku vunnu okkara ungu menn við trimum málum á Noreg, sum seinastu árini hevur havt eitt av heimsins bestu A-landsliðnum - bæði á manssíðuni og á kvinnusíðuni.
Í sigrinum hóskvøldið var munurin heili sjey mál í steðginum - hesaferð fingu Føroyar størri mótstøðu, og tað vóru tvey mál á muni, tá liðini fóru til hálvleiks. Føroyska liðið var á odda tað mesta av dystinum, men norðmenn hingu allatíðina væl í, og bæði liðini spældu góðan álopshondbólt. Størsti munur sum var, var 22-18 til Føroyar níggju minuttir inn í 2. hálvleik, eftir at liðið hjá Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen var komið betri út eftir steðgin.
Mynd: HSF
Noreg át seg tó væl inn í dystin, og serliga var tað Emil Havsgård, ið gjørdi vart við seg. Nummar tíggju hjá Noreg spælir fyri BSK í bestu norsku deildini og verður mettur at vera eitt stórtalent. Við sínum góðu skotum, gjøgnumbroti fríspælingum, góða spælskili og fysikki, sá hann eisini út til at verða ein møguligur eftirkomari hjá Sander Sagosen, og hann fekk heili tólv mál, umframt nógv upplegg.
Tá fimm minuttir vóru eftir, javnaði Noreg til 27-27, men føroyingar vóru kaldari seinastu løtuna. Óli Mittún gjørdi tvey góð mál, og samanumtikið var tað ein fragd at síggja hoyvíkingin, ið var við U19-landsliðnum til European Championship, skína í føroyska álopsspælinum. Heili 14 mál gjørdist talan um, og Óli fann eisini viðleikararnir ógvuliga og saman við hinum dugnaligu leikarunum í bakketuni fekk hann ferð á spælið og stóri og sterki Ísak Vedelsbøl á strikuni varð funnin væl nakrar ferðir. Aleksandar Lacok hevði nakrar góðar bjargingar til endans, og so endaði tað aftur við føroyskum sigri í einum góðum, ferðmiklum og læruríkum hondbóltsdysti.
Spælið, avrikini og úrslitini siga so mikið, at Føroyar í løtuni tykjast at vera væl fyri, í mun til at spæla eitt EM-endaspæl. Noreg verður eisini við, og hóast norðmenn í kvøld spældu upp ímóti føroyingunum, so hava okkara hesar dagarnar víst størri styrki og hegni
U18-Venjingardystur
06.11, Høllin á Hálsi
Føroyar - Noreg 32-29 (17-15)
Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún 14
Rókur Ziskason 5
Sofus í Selvindi 4
Ísak Vedelsbøl 4
Óla Jákup Gaard Olsen 3
Tóki Fríðriksson 1
Rói Hjaltason Seyer 1
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2021
Nýtt bogaskjótifelag er stovnað í Suðuroynni, og mikukvøldið hevði Suður Skot sína fyrstu venjing sum felag
Herfyri varð nýtt bogaskjótifelag stovnað í Suðuroynni.
Talan er um Suður Skot, sum mikudagin hevði sína fyrstu venjing í Marghøllini í Vági.
Tað byrjaði í summar, eftir at bogaskjóting hevði verið á Føroyaleikum. Á Føroyaleikum var bogaskjóting á fótbóltsvøllinum á Eiðinum, og luttakarnir lótu væl at umstøðunum.
Landsliðvenjarin var við til leikirnar og hon læt væl at umstøðunum í Vági og avgjørdi hon, at hava royndarvenjing sunnudagin eftir at Føroyaleikinar vóru lidnir. Venjingin gekk fyri sær inni í Marghøllini, tað møtti sera nógv fólk upp til hesa venjing, skrivar Vágs kommuna.
Síðan í summar hevur vening so verið hvønn mikudag, og mikukvøldið 10. november hevði Team Suður Skot so sína fyrstu venjing sum felag.
Í hesum sambandi var gjørt eitt sindur meira burtuúr. Luttakarar fingur pannukøkur og ein drekkamunn, og borgarstjórin, Bjarni Johansen, handaði Team Suður Skot eitt gávubræv frá Vágs Kommunu, og slapp hann eisini at royna seg við boga og píl.
Fyrsta nevndin í Team Suður Skot er mannað soleiðis:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021
Í kappingini luttaka øll norðurlondini umframt Skotland, Wales og Ongland
Tólv av fremstu fimleikarum í amboðsfimleiki fóru í vikuni til Cardiff í Wales at kappast um norðurevropiska meistaraheitið (NEC).
Í kappingini, sum verður í dag og sunnudagin, luttaka øll norðurlondini umframt Skotland, Wales og Ongland. Kappast verður í øllum greinum.
Fríggjadagurin varðr brúktur til fyrireiking, har fimleikararnir sluppu at royna amboðini á podium. Kappingin verður skipað soleiðis, at tað bæði verður ein liðkapping, ein all-round kapping og ein amboðskapping.
Í ferðaliðnum eru eisini landsliðsvenjararnir Razwan D. Selariu og Camelia M. Mindricel, sum seinastu árini hava sett høg mál fyri føroyskan amboðsfimleik, tveir altjóða dómarar og umboð fyri Fimleikasambandið, sum á ferðini fer at virka fyri, at Fimleikasambandið fær altjóða luttøku í FIG, altjóða fimleikasambandinum.
Fylgjast kann við úrslitum v.m. á Facebooksíðuni hjá Fimleikasambandinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021
Fuglfirðingurin Sonni Eliassen vann herfyri gullheiðursmerki í evropameistarakappingini í kúlulyfting, ella kettlebell, sum varð hildin í svenska býnum Falum
Sonni er royndur kúlulyftari, og vann í 2016 einki minni enn heimsmeistaraheitið fyri amatørar. Í 2018 bleiv hann evropameistarari í pro-bólkinum. Við HM í 2019 vann hann bronsu í pro-bólkinum. Nú vann hann so aftur EM-gull í pro-bólkinum.
Sonni hevur eisini vunnið World Cup-kappingar og Cup of Scandinavia (NM) fyri bæði pro og amatør. Í amatør viga kúlurnar 24 kilo hvør, meðan tær í pro viga 32 kilo.
Fram til hesa kappingina var Sonni í heilt góðari venjing. Hann venur í Fullpower í Klaksvík, sum hýsir nógvum kúlulyftarum. Vikuskiftið fyri kappingina fekk Sonni tó krím og høgan fepur. Allíkavæl kendist venjingin mánadagin væl, og vónirnar vóru tí góðar. Kappast varð í long-cycle, og fyrstu fimm minuttirnir við 2x32 kilo tungum kúlum gingu sum ætlað. Men so misti Sonni fyri fyrstu ferði í trý ár takið í høgru hond, og rytman fór.
Komin upp á átta minuttir noyddist hann at seta kúlurnar niður áðrenn tíð fyri fyrstu ferð nakrantíð. Úrslitið varð 34 lyft upp um høvd. Persónliga metið er 49 lyft. Málið er at koma væl uppum 50 lyft.
Undir venjing hevur Sonni lyft 52 ferðir. Við 2x24 kilo kúlum er besta úrslit í kapping 92 lyft og undir venjing 102.
Korona avmarkaði hesaferð talið av luttakarum, og Sonni var tí einsamallur í upp til 68 kilo bólkinum. Vanliga kappast hann ímóti m.ø italienarum, ukreinum og svium.
Umstøðurnar til kappingina vóru tó framúr. Lyft varð í eini ítróttarhøll av seks hallum í eini marghøll við svimjihyli, kropsvenjing, stavbólti og stríðsítróttarvølli.
Í kúlulyfting verður oftast kappast í long-cycle, eisini nevnt clean and jerk ella stoyt eins og í vektlyfting. Lyftar verða tá tvær kúlur, ein í hvørji hond, so ofta upp frá strektum armum upp á bringuna og síðani upp um høvd so ofta sum gjørligt í 10 minuttir. Ikki er loyvt at seta kúlurnar niður. Aðrar eru kappingar snatch og biathlon.
Kúlulyfting/kettlebell er gomul ítróttargrein, sum er í stórari framgongd. Í Russlandi er ítróttargreinin tjóðarítrótt. Í Føroyum er kúlulyfting partur av Føroya Styrkisambandi, sum Sonni umboðaði í Svøríki.
Nýkosni meistarin hevur bara gott at bera altjóða umhvørvinum. Luttakarar, fyriskiparar og áskoðarar eru øll sera fyrikomandi, og knýtt eru vinarbond tvørtur um landamørk, átrúnað og politiska áskoðan.
Næsta stóra kapping hjá Sonna er HM í Porto komandi ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. november 2021
Talan verður um einn podd, ið verður sendur beinleiðis á FM1 hvørt týskvøld komandi mánaðirnar, har nógv evni innan amerikanskan fótbólt verða viðgjørd
Størsta ítróttargreinin í USA hevur eisini vakt áhugan hjá nógvum føroyingum, og ynski hjá fyriskiparunum er at kveikja hann hjá fleiri, umframt at stimbra hann hjá øðrum. Hvørt týskvøld klokkan 20 komandi mánaðirnar verður ein NFL-sending at hoyra á FM1, ið eisini kemur út sum poddur.
NFL er tann ítróttargreinin, ið hevur nógv flest hyggjarar í USA. 22 sunnudagar um árið, serliga fyrsta sunnudagin í februar, er ein rúgva av fólki drigin til stóru og glæsiligu leikvallarnir og annars sjónvarpsskíggjar fyri at fylgja við serstaka leikinum.
Talan er um nógva ferð, rástyrki, takklingar; talan eru í stóran mun um íðkarar í heimsflokki.
Men tað er sannliga eisini talan um strategi, taktikk, ætlan, justering og dirvið til at gera tað stóra og tað rætta.
Amerikanskur fótbóltur hevur fangað onnur enn tey, ið búgva í risastóra landinum fyri vestan, har tankarnir og verkætlanirnar eisini eru risastórar. Sjálvsagt er tað serliga NFL - National Fooball League. Greitt tann besta deildin við ítróttini í heiminum, har 32 lið (franchisees) hvørt ár kappast um at fáa fatur á Lombardi-steypinum og heitinum hjá amerikanarum: "Heimsmeistarar"
Royndartíð komandi mánaðirnar
Áhugin í Føroyum er vaksandi, og nú fer Føroya fyrsta NFL-sending av bakkastokki. Hvørt týskvøld, í fyrstu syftu fram til Super Bowl 52 er leikt, verður NFL-prát at hoyra á FM1, og sendingin kann eisini hoyrast sum poddur.
Tríggir vertir/fastir luttakarar vera í sendingini á FM1: - Høvuðsvertur verður Arnar Lognberg. Hann er millum annað kendur fyri at vera formaður og venjari hjá Undrinum, men skopuningurin er eisini sterkur í NFL Fantasy-spælinum, ið helst eisini fer at vera eitt afturvendandi evnið í sendingunum.
Í tí kappingini er Arnar frammanfyri hinar báðar, ið fast fara at manna sendingina.
Læknin Aksel Kambsskarð Berg er ein av Føroya bestu til at diagnosera støðuna í NFL. Hann hevur fylgt væl við NFL í drúgva tíð, og havnarmaðurin er høvuðsstigtakari til nýggju verkætlanina at hava eina NFL útvarpssending/podd.
Til at supplera teir verður klaksvíkingurin Agnar Prestá. Hann plagar at skriva og annað fyri Portalin, men útyvir at fylgja væl við serliga fótbóltin, so fyllir ítrótturin við tí ovala bóltinum eisini rættiliga nógv hjá honum.
Fyrsta sending við hesum trimum var týskvøldið, og poddurin verður tøkur á netinum skjótast møguligt eftir at sendingin hevur verið. Sendingarnar vera upp til ein tíma til longdar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2021
Rituvíkingurin stýrdi einum innleggi frá Jákupi Biskopstø Andreasen fram við Kasper Schmeichel, ið ikki hevði latið nakað mál inn frammanundan í undankappingini, og so var føroyskur fagnaður - níggjunda málið hjá Klæminti Andrassyni Olsen á landsliðnum var minniligt
Nummar ellivu kom inn fyri skadda Jóan Símun Edmundsson tíðliga í seinna hálvleiki. Hann stríddist væl, og fekk seint í dystinum ein stóran málmøguleika - tann fyrsta veruliga hjá Føroyum, tá Føroyar spældu væl í vinstru síðu og Jákup Biskopstø Andreasen legði framúr væl inn til aftaru stong. Har hevði Klæmint, sum so ofta fyrr funnið pláss, og kom væl upp, men Schmeichel, ið royndi at halda málið reint fyri níggjunda dystin á rað í undankappingini, bjargaði stórt.
Næstan beint eftir hetta syrgdi Klæmint Andrasson Olsen fyri, at eldur kom í føroysku áskoðarnir, og at so at siga Parkini fekk ein skelk og tagdi: Innkaast í høgru, Tróndur Jensen legði væl av til Hall Hansson, ið helt væl fast í bóltinum og fann Hera Hjalt Mohr. Innskifti vongbakkurin spældi hart inn á Jákup, ið nú hevði funnið pláss í áleið sama økið sum áður - bara í høgru. Innleggið var lægri og meira mitt fyri, men aftur var áleyparin úr NSÍ til reiðar og stýrdi bóltinum væl afturum seg - uppum Simon Kjær og fram við Schmeichel - til 2-1.
(Mynd: EPA-EFE/Liselotte Sabroe)
(Mynd: EPA-EFE/Liselotte Sabroe)
Danir vóru skelkaðir, og føroyingar tevjaðu blóð - millum annað frálíku og larmandi áskoðararnir aftanfyri danska málið - men Joachim Mæhle svaraði framúr væl aftur í yvirtíðini, og staðfesti harvið donska sigurin og syrgdi fyri, at danir aftur kundu fegnast.
3-1 er eitt úrslit, sum føroyska liðið væl kann livað við og heildaravrikið var gott í tí á pappírinum torførasta dystinum í undankappingini
--------------------
HM-Undankappingarbólkur F - 9. umfar
Parkin 12. november 2021
Danmark - Føroyar (1-0)
17' Andreas Skov Olsen 1-0
62' Jacob Bruun Larsen 1-1
88' Klæmint Andrasson Olsen 2-1
94' Joakim Mæhle 3-1
Føroyar (5-4-1): Teitur Matras Gestsson - René Shaki Joensen (80' Heri Hjalt Mohr), Odmar Færø, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Hallur Hansson (L), Gunnar Vatnhamar (66' Tróndur Jensen), Jákup Biskopstø Andreasen, Sølvi Vatnhamar (80' Petur Knudsen) - Jóan Símun Edmundsson (55' Klæmint Andrasson Olsen)
Danmark: Kasper Schmeichel - Jens Stryger Larsen, Simon Kjær, Andreas Christensen - Daniel Wass, Christian Nøgaard (80'Jens Jönsson), Jesper Lindstrøm (57' Thomas Delaney), Joakim Mæhle - Andreas Skov Olsen (67' Anders Dreyer), Yussuf Poulsen (67' Andreas Cornelius), Mohamed Daramy (57' Jacob Bruun Larsen)
Meira um dystin og samrøður við spælararnar á roysni.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2021