Leygardagur 08. Jan 2022 | Nr. 2 | Árgangur 3 | Kr. 0,00
SíÐa 9
SíÐa 4
SíÐa 8
SíÐa 3
SíÐa 53
SíÐa 60
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Stórt fokus er á Fólkaflokkin, nú flokkurin loksins avdúkaði hvørji, ella rættari sagt hvørjir, skulu fylla sessirnar, sum stóðu eftir tveimum av landsstýrisfólkum floksins, sum vildu sleppa aftur í tingið at gera sína ávirkan galdandi.
Formaðurin er nøgdur um, at tað er eydnast at fáa semju í tingbólkinum. Men beint uttan fyri tingbólkin sita offrini og sleikja sárini. Onki bendir á, at tey eru nøgd við loysnina, sum – at síggja til – einans hevði til endamáls at, júst halda tey uttanfyri.
Annar teirra er undanfarni borgarstjórin í landsins størstu kommunu og fyrrverandi landsstýriskvinna í júst almannamálum - hon segðist at greiða uppgávuna væl.
Nú fekk hon hvørki landsstýris- ella løgtingssess, sum revsing fyri at hon atkvøddi eftir síni sanføring í einum sokallaðum etiskum máli. Tí hon hevði verið illoyal, ótrúgv, móti flokkinum. Ongi rósandi orð til Anniku Olsen frá hennara egnu fyri at hon fylgdi síni sannføring og harvið var trúgv móti Stýrisskipanarlógini, evstu lóg í føroyska fólkaræðinum.
Grein 23 sigur: “Løgtingsmenn (her meinast eisini kvinnur, red.) eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum”.
Altso hava tingfólk ongar bindingar. Ikki eingang frá sínum veljarum. Her stendur onki um at vera bundin av samgonguskjali, avtalum hjá flokki ella øðrum forskriftum. Hvørki samgonguskjal ella floksskipan eru nevnd í Stýrisskipanarlógini!
Hin varalimur Fólkafloksins, sum gjørdist offur í royndini “at sameina flokkin”, Brandur Sandoy, gjørdi ikki mætari enn at lima seg út úr flokkinum.
Fyrst valdi eykalimurin – tann, ið situr á tingi fyri floksformannin, er sami maður, sum lat Anniku Olsen sín sess, tá tað endaliga skuldi atkvøðast um áðurnevnda etiska mál.
Tann gerðin var eftir øllum at døma ikki fatað sum illloyalitetur, eins og hjá Anniku Olsen. Í hvussu so er bendir alt á, at løgtingsformaðurin og øll hini fólkafloksfólkini, ið kenna seg traðkað á rættvísiskensluna, ikki hava trupulleikar við at sita í stovu saman við Heðini Zachariassen hóast tey fullvæl vita, at hansara umbøn um farloyvi var ein so tilvitað gerð, at hann eins væl bara kundi trýst á ja-knøttin sjálvur.
Mangt er undarligt í politikki. Summi sleppa, og onnur ikki.
---
Størsta skarnsgerðin í sambandi við umskipanina av landsstýrinum er tó, at landsstýrið, í beinleiðis stríð við galdandi lóggávu, ikki hevur loyvt eina einastu kvinnu sæti í landsstýrinum.
Í tilgongdini varð tað lagt upp til, at tað var uppgávan hjá Fólkaflokkinum at tryggja eitt nøkulunda kynsbýti. Tað er ikki rímiligt.
Ta ábyrgdina eigur løgmaður einsamallur, og tað er hann, sum brýtur javnstøðulógina við í fyrsta lagi at siga, at hansara egni flokkur ikki átti skikkaðar kvinnur til tey málsøki, sum Sambandsflokkinum var tillutað, og í øðrum lagi at siga, at tað er tingmanning Fólkafloksins, sum einsamøll átti rættin at tilnevna landsstýrisfólk hesaferð.
Skipanin av landsstýrinum, ikki bara nú, men eisini hin 14. september 2019 er eitt greitt brot á grein 8 í lógini um javnstøðu millum kvinnur og menn.
Her stendur, at “(øll almenn)... umboð ..., sum fyrisitingarvaldið útnevnir, skulu verða sett saman soleiðis, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir...”
Tí situr landsstýrið í stríð við javnstøðulógina, og hevur gjørt tað líka síðan undanfarna landsstýri fór frá.
Slíkt eigur, sambært somu lóg, at revsast við sekt. Tað er undarligt, at ongin hevur meldað løgmann fyri hetta lógarbrot.
18 ára gamla Tina Mellemgaard sang seg í gjárkvøldið víðari í X Factor
Dómararnir sótu sum rúnarbundnir tá Tina Mellemgaard úr Hoyvík var til upptøkuroynd í X Factor á danska TV2 í gjárkvøldið.
Við sínum gittara og inniligari rødd framførdi 18 ára gamla Tina eina akustiska útgávu av lagnum Runnin’ hjá Beyoncé. Tað dámdi dómarunum.
- Tað var gandakent. So ómetaliga vakurt. Takk fyri hesa upplivingina, eg eri rørd, segði Kwamie Liv um framførsluna.
(Skíggjamynd: TV2 Play)
Dómararnir í ár: Martin Jensen, Kwamie Liv og Thomas Blachman (Mynd: Lasse Lagoni / TV2)
Thomas Blachman, sum annars er kendur sum ein harður dómari og ikki leggur fingrarnar í millum, tók undir við Kwamie.
- Tað er á einum professionellum støði at levera slíkan dynamikk sum tú gert. Tónar og tónahædd situr í skápinum. Hetta er vilt, segði X Factor dómarin.
- Vit hava í ár hægsta støði í X Factor nakrantíð, og tú kemur við einari klassa framførslu, segði Thomas Blachman.
- Ei, sum tú ert wauw. Wauuuw, segði Kwamie Liv, sum nærmast ikki fekk afturhald, so góða hon helt framførsluna hjá Tinu vera.
Verturin Sofie Linde og Tina Mellemgaard (Mynd: Lasse Lagoni / TV2)
Trý “ja” og Tina Mellemgaard er víðari í X Factor.
Tað, at hon fekk so nógva rúmd í sendingini - hálvan fjórða minutt av tíma langu sendingini - kundi bent á, at hoyvíkingurin kemur longur enn bara víðari frá upptøkuroyndini.
Hóast sín unga aldur er Tina Mellemgaard ikki óroynd í tónleiki. Í fjør gjørdist hon, saman við bólki sínum “Tina”, nummar tvey í tónleikakappingini Sement, og skuldi eftir ætlan eisini spæla á G! festivalinum í fjør, sum varð avlýstur fáar dagar áðrenn.
Tina er dóttir Henrik og Onnu Sofíu Mellemgaard.
Í síðstu viku, tá upptøkuroynd var í Aarhus var tað Kári Fossdalsá av Toftum, sum gjørdi um seg, og slapp víðari í kappingini. Hvussu tað fer at gangast teimum báðum føroyingunum í X Factor má tíðin vísa. Í næstu viku er seinasta upptøkuroyndin áðrenn tað verður farið víðari til stólaspælið “5 Chair Challenge”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2022
Tað er úrslitið av spurnakanning, sum Fyndin gjørdi í samstarvi við Spyr.fo. Tey, sum svaraðu kanningini, vóru 427 fólk í Føroyum, sum eru 60 ár og eldri
VÆLVERA - kenslan av at njóta tilveruna og at kenna seg væl til passar
Hví vælvera
Tað er allarhelst ikki at gera ov nógv av at siga, at flest okkara ynskja okkum so nógva vælveru sum gjørligt. Í roynd og veru eru vit skapt til vælveru.
Sambært Morten Kringelbach professara og høvundi av bókini "Den nydelsesfulde hjerne" er tørvurin á vælveru sterkasta drívmegin í lívi okkara. Orsøkin sigst vera, at sum menniskja er ment gjøgnum tíðina, hevur gerandisdagurin áhaldandi snúð seg um at yvirliva.
Menniskju eru bundin at hvørjum øðrum fyri at fáa nóg mikið av mati og fyri at fjølgast. Vælveran hevur gjøgnum menningargongdina verið lønin fyri at gera tey tingini, sum tryggja, at vit yvirliva. Tí eru vit før fyri at njóta mat, sosiala samveru, sex og rørslu.
Tó er tað so, at hóast vit eru skapt til at njóta, so hava summi alt ov lítið av vælveru í lívi sínum. Tað kann nevniliga vera ymiskt, sum hindrar okkum í at njóta og kenna okkum væl, og møguleikarnir fyri slíkum forðingum kunnu hugsast at økjast við aldrinum. Ein forðing kann vera, at mentala heilsan ikki er nóg góð, og ein tí vantar mentala vælveru
Mentala vælveran gloymd
Seinastu áratíggjuni er sjóneykan í størri og størri mun sett á kropsliga vælveru. Vísindafólk granska í sjúkum, og hvussu sjúkur kunnu lekjast. Framstig á hesum økinum hava havt við sær, at miðalaldurin er munandi øktur. Hóast hesi framstig eru týdningarmikil, hava vit gloymt nakað serstakliga umráðandi, nevniliga vælveru hjá teimum eldru, tí eitt longri lív hevur ikki neyðturviliga meiri vælveru við sær, sambært "Udforsk Sindet". Tey spyrja samstundis, hvat tað í veruleikanum er, sum gevur teimum eldru vælveru. At vera frískur og hava góða likamliga heilsu hevur sjálvsagt sera nógv at siga, men tað er bara ein partur av tí, siga tey. Mental heilsa er nevniliga eisini týðandi, tá talan er um vælveru.
Tí um mentala heilsan ikki er nóg góð, so kann hetta forða fyri, at ein kann njóta lívið, hóast likamliga heilsan er nóg góð.
Hvussu hava vit tað
Í "Udforsk Sindet" eru fýra heilsuráð til, hvussu tey gomlu kunnu betra mentalu heilsuna og fáa meira mentala vælveru.
Ráðini eru hesi:
Tú skalt góðtaka teg sjálva/n og tína fortíð,
tú skalt hava okkurt at gleða teg til,
tú skalt hava góð sosial sambond,
og tú skalt kenna, at tú hevur ræði á tínum gerandisdegi og á, hvussu títt lív skal vera í framtíðini.
Við tí fyri eyga at fáa at vita, hvussu tað stendur til hjá teimum eldru í Føroyum, tá tað kemur til hesi viðurskifti, spurdu vit føroyingar, sum eru 60 ár og eldri, seks spurningar.
Her sært tú, hvussu tey svaraðu
At góðtaka seg sjálva/n sigst vera ein grundleggjandi fortreyt fyri vælveru og merkir: At kenna seg sjálva/n, bæði tær góðu og tær minni góðu síðurnar og at góðtaka tær. Um ein góðtekur - og hugsar positivt um seg sjálva/n, so verður mentala heilsan betri. Tey eldru, sum góðtaka seg sjálv, sum tey nú einaferð eru, hava eisini lættari við at góðtaka sína fortíð enn tey, sum ikki góðtaka seg sjálv, sum tey eru.
Eldri fólk, sum ikki góðtaka seg sjálv á hendan hátt, eru ofta minni nøgd við seg sjálv, og ynskja at vera øðrvísi. Hetta ávirkar eisini, hvussu tey síggja sína fortíð. Tað ger, at tey síggja fortíðina úr einum negativum sjónarhorni og brúka nógva orku uppá at hugsa um, hvussu teirra lív kundi verið, og hvat tey sjálv kundu verið.
At hava okkurt at síggja fram til er týðandi fyri mentala vælveru. Um ein skal skal hava nóg mikið at síggja fram til, er tað millum annað neyðugt at seta sær mál. Tey málini, sum vit seta okkum, eru nevniliga við til at geva lívi okkara meining.
Tá vit útseta okkum fyri avbjóðingum og seta okkum nýggj mál, menna vit okkum sum menniskju, og hetta er eisini við til at skapa mentala vælveru.
At hava góð sambond við onnur er avgerandi fyri eitt gott sosialt netverk, og teir fyrimunir, sum fylgja við einum sosialum netverki. Nakað, sum kann hugsast at vera serliga umráðandi í seinna partinum av lívinum. Kanningar vísa, at tey, sum hava eitt gott og vælvirkandi netverk rundan um seg, eru ofta empatiskari enn tey, sum ikki hava tað. Tað vil í hesum føri siga, at tey hava yvirskot til at hugsa um vælveruna hjá øðrum umframt sína egnu vælveru. Góð sosial sambond hava eisini við sær, at ein hevur størri álit á øðrum menniskjum, og hetta hjálpir eisini til at viðlíkahalda góðu sambondini.
Tey gomlu hava tørv á at ráða yvir sínum umstøðum – bæði “her og nú”, men eisini í framtíðini. At ráða yvir, hvussu eins lív skal vera, hevur nakað at siga. Kanningar siga okkum, at tey, sum føla, at tey ráða yvir og ávirka umhvørvið positivt, samstundis hava meira vælveru enn tey, sum ikki hava hesa kenslu.
Góð tíðindi
Alt í alt kann sigast, at úrslitið á kanningini var sera positivt. Mentala heilsan hjá teimum eldru í Føroyum er sambært hesi kanningini góð, og tí kann sigast, at fyritreytirnar fyri mentalari vælveru eru góðar. Tey eldru í Føroyum síggja út til at vera serstakliga væl før fyri at njóta gyltu árini.
Um spurnakanningina: Spyr.fo gjørdi kanningina tann 26. august í 2021. Tey, sum svaraðu, vóru 427 kvinnur og menn kring alt landið í aldursbólkinum 60 til 80 ár.
Henda greinin var á fyrsta sinni prentað í blaðnum Fyndin, 12. útgáva, 3. árgangur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. Jan 2022
Nýggj veljarakanning vísir at Fólkaflokkurin bara hevði fingið fýra tinglimir um val var í dag. Framsókn hevur gyltar dagar
Støðan í Fólkaflokkinum sæst enn einaferð aftur í einari veljarakanning. Hesaferð er tað Miðlahúsið, sum hevur latið gjørt eina Spyr.fo-kanning, har veljarar vóru spurdir um hvønn flokk teir høvdu valt, um val var í dag.
Kanningin, sum er gjørd hósdagin vísir, at Fólkaflokkurin bara hevði fingið 13,3 prosent av atkvøðunum í mun til 24,5 prosent á seinasta løgtingsvali. Tað er ein afturgongd upp á 11,3 prosent stig, og hevði givið Fólkaflokkinum fýra tingsessir í mun til átta á valinum seinast.
Hetta er eisini ein afturgongd í mun til seinastu veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin 21. desember, tá Fólkaflokkurin fekk 15,2 prosent av atkvøðunum og fimm tingsessir.
Hin samgonguflokkurin, Sambandsflokkurin hevur eisini eina afturgongd í nýggjastu kanningini, og hevði fingið 16,3 prosent av atkvøðunum. Tað gevur flokkinum fimm tingsessir í mun til sjey, sum flokkurin fekk á seinasta løgtingsvali.
Javnaðarflokkurin er sum vanligt - kundu vit sagt í mun til veljarakanningar - vinnarin. Flokkurin fær 32,1 prosent sum hevði givið 11 tingsessir. Tað er ein framgongd upp á 10 prosentstig í mun til vali.
Í kanningini gongur Tjóðveldi nógv fram, og hevði fingið sjey tingsessir um val var í dag. Flokkurin hevði fingið 20,1 prosent og tað er ein framgongd upp á 2 prosentstig.
Gyltir dagar í Framsókn
Framsókn hevur eftir øllum at døma gyltar dagar nú tað leikar á í Fólkaflokkinum, og kanningin vísir, at Framsókn hevði farið úr tveimum og upp á tríggjar tingsessir um val var í dag. Framsókn fekk á 4,6 prosent av atkvøðunum valinum seinast, men hevði nú farið upp á 9,9 prosent sambært spyr.fo.
Miðflokkurin hevði varðveitt sínar báðar tingsessir og Sjálvstýri hevði eisini varðveitt sín tingsess.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2022
Hósdagin fingu teir báðir nýggju landsstýrismenninir Árni Skaale og Sólvit Nolsø setanarbræv
Á hátíðarløtu í Tinganesi seinnapartin hósdagin vóru nýggju landsstýrismenninir tilnevndir av løgmanni.
Árni Skaale sum fiskimálaráðharri og Sólvit Nólsø sum almannamálaráðharri.
Nakrar myndir, sum Sverri Egholm tók:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2022
Mikukvøldið var greitt, at Árni Skaale verður landsstýrismaður við fiskivinnumálum og Sólvit Nolsø verður landsstýrismaður við almannamálum
Síðan jól hevur verið dúliga gitt um hvør fer at taka yvir landsstýrissessirnar hjá Fólkaflokkinum, eftir at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur søgdu seg úr starvi.
Fólkaflokkurin boðaði mikukvøldið frá, at flokkurin hevur valt at innstilla Árna Skaale sum landsstýrismann við fiskvinnnumálum og Sólvit Nolsø sum landsstýrismann við almannamálum.
Árni Skaale er 55 ára gamal og býr í Klaksvík. Hann er giftur Halldis á Grønastøð og tey eiga tey trý børn. Árni er útbúgvin framleiðsluverkfrøðingur og seinastu árini 22 árini, hevur hann verið stjóri á fyritøkuni Looknorth í Klaksvík.
Sólvit Nolsø er 36 ára gamal og býr í Havn. Hann er giftur Erlu Bech Nolsø og tey eiga trý børn. Sólvit er stjórnmálafrøðingur og hevur seinastu árini starvast sum tíðindamaður á Sosialinum og Kringvarpi Føroya.
Síðan apríl í fjør, hevur hann verið í starvi sum skrivari hjá tingbólki Fólkafloksins.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2022
- Vegurin Fólkaflokkurin hevur valt í seinastuni, ber mær ikki til persónliga at fylgja. Tí skiljast leiðir
Rokið í Fólkaflokkinum stendur við og versnar. Annika Olsen hongur í klønum trái, og hósdagin boðar sandoyartinglimurin frá, at hann fer úr flokkinum.
- Í 10 ár havi eg umboðað Fólkaflokkin í Sandoynni. Soleiðis verður ikki framyvir. Eg havi í dag boðað flokkinum frá, at strika meg sum lim í flokkinum, skrivaði Brandur Sandoy í støðudagføring á Facebook fyrrapartin hósdagin.
- Øll árini á tingi havi eg gjørt mítt allarbesta fyrst og fremst fyri Sandoynna, og síðani fyri alt landið. Vegurin Fólkaflokkurin hevur valt í seinastuni, ber mær ikki til persónliga at fylgja. Tí skiljast leiðir í dag, sigur Brandur Sandoy.
- Tað hevur verið ein sonn æra at umboða tykkum og Sandoynna. Eisini vil eg takka nevndini í Sandoyar Fólkafloksfelag fyri framúr samstarv og stuðul. Politikkur hevur fylt sera nógv í lívinum seinastu 12 árini. Einasta orsøk at hetta hevur latið seg gjørt er tí at familjan hevur verið aftanfyri og stuðla og hjálpt.
Hvar leiðir gongur nú, er óvist sigur Brandur Sandoy.
- Kanska okkurt spennandi bjóðar seg, tiltikið er at har ein hurð letur aftur letur onnur upp.
Brandur Sandoy hevur seinastu tvey árini sitið sum fast varafólk hjá Fólkaflokkinum. Tann støðan broyttist tá Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur søgdu seg úr sínum landsstýrissessum og fóru aftur í tingið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2022
- Tey kunnu gott taka ein løgtingsstól frá mær og harvið mítt starv, men tey koma ongantið at taka mina rødd, sigur Annika Olsen um Fólkaflokkin
- Nú hevur formaðurin i Fólkaflokkinum, tvey fyrrverandi landsstýrisfólk og løgtingsformaðurin blakað meg úr tinginum.
Soleiðis skrivaði Annika Olsen í einari Facebook-støðudagføring týskvøldið í vikuni. Hetta kom stutt eftir, at Fólkaflokkurin hevði kunngjørt nýggju landsstýrisfólkini, sum taka yvir eftir Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur.
Árni Skaale verður landsstýrismaður við fiskivinnumálum og Sólvit Nolsø fer at umsita almannamál.
Hetta eru tveir menn uttan fyri tingbólkin, og Annika Olsen kemur tí ikki inn á ting aftur sum fast varafólk, sum hon hevur verið seinastu tvey árini í samgongu.
- Tey koma ongantíð at taka fría tankan frá mær
Orðini frá Anniku Olsen um Fólkaflokkin, eru ikki mjúk.
- Tey kunnu gott taka ein løgtingsstól frá mær og harvið mítt starv, men tey koma ongantið at taka mina rødd.
Tað er málið um sammóður sum hevur elvt til rokið í Fólkaflokkinum, og Annika Olsen tykist ikki at angra nakað.
- Tey kunnu gott seta meg i skammikrók og gera meg til syndabukk, men skommin er teirra fyri ikki at hava handlað, ti tey høvdu allar møguleikar, men ongan vilja at loysa málið um sammóðir. Tey kunnu gott spilla meg út, karaktermyrða meg, persónsforfylgja mær og brenna meg á báli alment, men tey koma ongantið at taka fría tankan frá mær, skrivar hon.
- Tey kunnu stremba eftir at útihýsa fólkum úr okkara lóggávu, men eg komi so leingi eg livi at arbeiða fyri, at i lógini eru vit øll javnbjóðis sett.
Annika Olsen endar støðudagføringina soleiðis:
- Tey kunnu gott brúka diktatur og valdsmisnýtslu, tað riggar kanska eina løtu, men fólkaræðið kemur at sigrað, altið!
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2022
- Við sjey landsstýrissessum er pláss fyri kvinnuligari umboðan. Alt annað er uttanumtos, heldur Demokratia
- Tað er ein demokratiskur trupulleiki, at vit bara hava eitt kyn umboðað í landsins leiðslu.
Tað skrivar Demokratia á Facebook-síðu sínari.
Hósdagin fingu teir báðir nýggju landsstýrismenninir hjá Fólkaflokkinum Árni Skaale og Sólvit Nolsø setanarbræv frá løgmanni. Teir avloysa ávíkavist Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í almannamálum og Jacob Vestergaard í fiskivinnurmálum.
Mannligu tinglimirnir hjá Fólkaflokkinum til setanina.
Harvið er landstýrið nú aftur fullmannað, og í mun til upprunaliga landstýrið, eru nú bert menn í landsstýrinum, og hesum finnst Demokratia at.
- Tað eru nógvar góðar grundir til at hava eitt breitt umboð av føroyingum í løgtingi og landsstýri. Ein av teimum er, at hesi eiga at umboða fólkið, ið her býr, og útvið helvtin av teimum, ið búgva her, eru kvinnur.
Tað verður ymsastaðni kallað eitt "slipsalandstýri". Sambært Demokratia er hetta ódemokratiskt. Einki verður nevnt um nakran persón, men at tað sjálvandi skal verða pláss fyri kvinnuligari umboðan.
- Hetta liggur í orðinum fólkaræði. Verandi støða gongur beinleiðis ímóti demokratisku virðunum. Við sjey landsstýrissessum er pláss fyri kvinnuligari umboðan. Alt annað er uttanumtos.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2022
Árni Skaale og Sólvit Nolsø eru nú komnir afturat teimum fimm monnunum, sum frammanundan vóru í landsstýrinum
Við útskiftingini sum Fólkaflokkurin hevur gjørt í almannamálum og fiskivinnumálum, er einasta kvinna í landsstýrinum nú horvin. Nú verða tað sjey menn sum skulu stýra landinum.
Hetta er fyrstu ferð í 18 ár, at eingin kvinna er í landsstýrinum. Í undanfarnu samgongu vóru fýra kvinnur í landsstýrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2022
6.474 brúkarar góvu sína meining til kennar um hvussu leingi samgonguni verður lív lagað
Nær væntar tú at løgtingsval verður? Soleiðis ljóðaði spuringurin, sum Portalurin lesarum sínum í gjár. Lesarar, sum vóru á portal.fo frá umleið hálvgun tólv til klokkan 19 høvdu møguleika at siga sína hugsan.
Rokið í Fólkaflokkinum ger hendan spurningin serliga áhugaverdan, men tá klokkan var 19 og freistin at atkvøða var úti, var úrslitið nokkso greitt. Heili 54 prosent vænta, at samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin heldur fram gott hálvt annað ár afturat, til hetta valskeiðið er liðugt.
Tey eru 33 prosent, sum vænta, at val veður útskrivað innan seks mánaðir, meðan bara trettan prosent vænta, at tað verður innan eitt ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2022
Kavastormurin var ikki tespiligur, men kortini fáa myndafólk tað at síggja so gandakent út. Soleiðis sá Havnin sá út gjøgnum linsuna hjá Ólavi Frederiksen
Sí myndir sum Ólavur Frederiksen, Faroephoto, tók í kavastorminum fyrrapartin týsdagin:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2022
Tekjan á Glæmuni í Kvívík reiv í nógva vindinum mánakvøldið
Fyrst í vikuni var óvanliga nógvur vindur um allar Føroyar, og boðað varð frá nógvum skaðum.
Mánakvøldið varð sløkkiliðið í Kvívík boðsent, tí tekjan á bygdarhúsinum Glæmuni var rivin. Sum tað sæst á myndunum hjá myndamanninum Jens Kristiani Vang úr Kvívík, er tað bara í øðrum endanum at tekjan reiv, og roynt varð at tryggja restina við trolneti.
Nógvi vindurin gjørdi eisini enda á jólatrænum í bygdini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2022
Bilar tveittir runt við lendingina á Kirkju, og á Eiðinum á Svínoy sær út til at vera nógvur skaði
Brimið var óvanligt nógva staðni norðan fyrr í vikuni.
Á Kirkju gekk tað út yvir tveir bilar, sum stóðu nærhendis lendingini , sum eru vrak eftir at verða tiknir í ógvusliga briminum.
Annar bilurin, eitt vrak, ið stóð klárt at burturbeinast, varð tikin í briminum tveittur upp um ein garð og endaði langt niðri í trappuni oman til lendingina.
Eisini í Svínoy var nógv brim. Tað vil siga, at í buktini við Svínoyarbygd var veðrið ikki so galið, og tað hevði nokk verið lendandi um Ritan sigldi henda dagin. Men norðan fyri, við lendingina á Eiðinum, sum verður mest brúkt, var ógvusligt.
Brimið breyt langt niðan á vegin, flutti ein bingjuskúr, sum stóð rættiliga langt uppifrá, og tað sær út til at vera máað undan vegnum eisini.
Stórir klettar eru skolaðir upp á land, vísa myndirnar av Eiðinum, og eisini mátti onkur ljóspeli lúta fyri kreftunum.
(Mynd: Jógvan Páll Poulsen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2022
Ein veggur á spælhúsinum varð sligin inn í ógvusliga briminum týsnáttina
Tað hendi eisini skaði í Elduvík í illveðrinum fyrr í vikuni.
Brimið var ógvusligt, og tað breyt langt niðan um vegin, sum fer tvørtur um oyruna, frætta vit úr Elduvík.
Spælhúsið, sum stendur við lendingina í Elduvík fekk umfatandi skaða. Brimið slóð ein av betongveggunum inn, sum eisini sæst á myndini omanfyri.
Eisini eitt av gomlu laðaðu neystunum fekk skaða. Annars verður ikki boðað frá stórvegis skaða av vindi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2022
Tað var illa koyrandi fyri kava í høvuðsstaðarøkinum týsdagin. Undir Kongavarða á Argjum stóðu fleiri bilar fastir fyrrapartin. Sí myndir
Føroyar vórðu raktar av kavastormi mánakvøldið og týsnáttina. Týsmorgunin var komin so nógvur kavi, serliga í Suðurstreymoy, at tað nærum ikki var koyrandi í høvuðsstaðnum.
Kavaruddingarmaskinurnar hjá Tórshavnar kommunu høvdu stórar trupulleikar við at rudda vegirnar, og út á fyrrapartin sendi kommunan og løgreglan út fráboðan til borgararnar um at lata vera við at fara avstað í bilum so at ruddingararbeiðið ikki varð forðað.
Myndirnar herundir tók Sveri Egholm undir Kongavarða á Argjum fyrrapartin týsdagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2022
Stór ónøgd er í Kommunulæknafelag Føroya, ið vil hava avtalu um at koppseta allar aldursbólkar Felagnum er álagt at koppseta børn í aldrinum 5-11 ár, men umstøðurnar at fara í gongd við tað eru sera truplar, skrivar felagið. Hetta er ikki rætt, sigur stjórin í Heilsutrygd
- Kommunulæknafelag Føroya harmast almikið, at vit í Føroyum eru afturút við at geva triðja prikið, og at onki barn 5-11 ár enn hevur fingið fyrsta prikið. Um kommulæknar høvdu havt loyvi at koppsett, hevði støðan verið betri. Men fyri at koppseta, má KLF hava eina avtalu, ið vit av ófatandi orsøkum ikki hava fingið enn.
Soleiðs byrjar felagið eitt hvassorðað tíðindaskriv, sum varð sent út týsdagin. Tað er skrivað í kjalarvørinum av fundinum við Fíggjarmálaráðið og Heilsutrygd, sum var mánadagin - ein fundur sum fyri Kommunulæknafelag Føroya var enn eitt vónbrot, tí eingin avtala kom í lag um at koppseta allar aldursbólkar, ið eitt stórt ynski er um - talan er um eina avtalu, ið KLF ikki skilir seg hava fingið enn, og ein avtala, ið tey skulu hava.
Til ber at lesa alt skrivið niðanfyri. Eitt evni, ið nógv hevur verið kjakast verið um. Tað er koppseting av børnunum 5-11 ár. Kunngerðin kom frá Heilsumálaráðnum í desember, og har var kanska serliga vert at leggja merki til, at hetta ikki varð sett í verk fyri at verja børnini, men fyri at tey møguliga ikki skuldi verða ov avmarkaði. Sambært KLF ger tað umstøðurnar at koppseta sera truplar, tí tú skalt samla stórar bólkar av børnum til hvørja viðtalu fyri at seta á eitt koppingarglas.
Hetta er ikki rætt, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, við in.fo. Til ber at fáa koppingarevni og sproytur í júst teimum nøgdum biðið verður um, og hetta er fráboðað kommunulæknunum, sigur Egil á Bø, sum vísur á aðrar trupulleikar: Eitt er, at ymiskt bendir á, at tað er dýrari um kommunlæknarnir koppseta, og at kunngerðin skal broytast - tað seinna nevnir Kommunulæknafelag Føroya eisini í sínum skrivi, har tað annars verður gjørt púra greitt, at tey burdi gjørt tað, og mann er heilt til reiðar til tað, og so at okkurt annað kansa býr undir.
Tíðindaskriv frá Kommunulæknafelag Føroya - 4. januar:
Kommunulæknafelag Føroya harmast almikið, at vit í Føroyum eru afturút við at geva 3. prikið og at onki barn 5-11 ár enn hevur fingið fyrsta prikið. Um kommulæknar høvdu havt loyvi at koppsett, hevði støðan verið betri. Men fyri at koppseta, má KLF hava eina avtalu, ið vit av ófatandi orsøkum ikki hava fingið enn.
KLF bað fyri uml 1 árið síðani avvarðandi myndugleikar um at gera eina avtalu við okkum um koppseting av føroyingum fyri Covid 19. Tí um avtala var, so var klárt at fara ígongd beinanvegin, tá brúk var fyri tí.
Nú er absolut tørvur á kommunulæknaskipanini at koppseta. Vit eru her og vit eru klár. Smittutalið setir met hvønn einasta dag. Tað, ið hjálpir best ímóti Covid 19 sjúkuni er koppseting. Hvussu nógv skulu gerast sjúk og møguliga tað, sum verri er, áðrenn kommunulæknaskipanin verður tikin í nýtslu?
Vit hava havt ein fund við Fíggjarmálaráðið og Heilsutrygd ígjár 3.januar. Hesin fundur var enn eitt vónbrot. Vit fingu at á fundinum ígjár at vita , at tað framvegis BERT var loyvt kommunulæknum at koppseta børn 5-11 ár fyri Covid 19. Tað ger umstøðurnar at koppseta sera truplar, tí tú skalt samla stórar bólkar av børnum til hvørja viðtalu fyri at seta á eitt koppingarglas. Ongin avtala var gjørd við KLF ígjár- har vit enn einaferð høvdu smittumet.
Lat tað verða sagt enn einaferð: Vit ynskja eina avtalu um at koppseta allar aldursbólkar. Og tað avtaluna skulu vit hava.
Landstýrismaðurin hevur sagt tað sama bæði við okkum á fundi umframt í miðlunum, at kommunulæknar skulu koppseta allar Tað sær út til at onkur annar hevur aðra dagskrá, ið er at kommunulæknar ikki skulu koppseta fyri Covid 19, Hvør er tað?
Tað er helst neyðugt at broyta kunngerðina um Covid kopping, so kommunulæknar verða nevdnir sum eitt økið ið kann koppseta. Um avtala verður gjørd við okkum ídag kunnu vit byrja at koppseta ímorgin. Tað er neyðugt at meira ferð verður sett á koppingina. Vit ynskja veruliga at veita okkara ískoyti at basa sjúkuni her á landi.
Kommunulæknarnir og teirra sjúkrarøktarfrøðingar standa spyrjandi. Hava vit ráð at lata fólk gerast óneyðuga sjúk ,tí vælkompetent fakfólk í eini tryggari skipan, ikki sleppa at koppseta?
Vit halda nei.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2022
Vága kommuna bjóðar seg fram at vera við til at styrkja um samlaðu orkuna til at gera koronukanningar. Eitt toymi er í gongd í Vágum, sum ger regluligar kanningar, men spurningurin er, um landið vil fíggja tað, vísir borgarstjórin á
- Í Degi og Viku í kvøld (týskvøldið, -red), vísti landslæknin á týdningin av, at økt verður um kapasitetin at pota innlendis, nú omikron av álvara er farin at gera um seg. Men, sum er, hevur sjúkrahúsverkið ikki starvsfólkaorkuna til at økja um potingarkapasitetin. Men starvsfólkaorkuna hava vit.
Soleiðis byrjar Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, eitt tíðindaskriv, ið varð sent miðlunum sama kvøld.
Har skrivar borgarstjórin víðari um, at tey í kommununi - eftir fleiri fánýtis áheitanir á hægri myndugleikar - tóku sakina í egnar hendur, og saman við Sørvágs kommunu og við leiðbeining frá sjúkrahúsverkinum, gjørdu egna lokalu potingarstøð í Vágum.
- Í Vágum eru vit so vælsignaði, at vit eiga nógv dugnalig fólk, eisini við royndum á økinum, og tí kundu vit eftir lítlari løtu fara í gongd. Men fíggjarligu ábyrgdina av potingini, hava Sørvágs kommuna og Vága kommuna borðið einsamallar. Sum er, pota vit 2 til 3 ferðir um vikuna, onkuntíð 4 ferðir.
Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, og Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Bjarni Prior vísur á stóra innsatsin hjá toyminum, sum hevur gjørt umleið 7600 potingar, eisini hevur verið í Sundalagnum, skúlum og barnagørðum, og sum sambært honum hevur verið við til at syrgt fyri, at hildið smittuspjaðingini niðri, samfelagnum í gongd og samstundis spart landinum fyri útreiðslum. Og tað er júst peningur, ið kann gera, at toymi í Vágunum kann verða við til at økja um samlaða "potingarkapasitetin"
- Vit vilja vísa á, at um heitt verður á okkum um at lata upp fyri at pota borgarar úr øllum landinum, so kunnu vit uppá onga tíð vera til reiðar við okkara dugnaliga toymi, allar dagar í vikuni, um tørvur er á tí – um landið vil gjalda fyri tað her vesturi eisini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2022
Nýggjársynskið hjá landsstýrismanninum við heilsumálum er, at vit í Føroyum skulu gera tað so rætt, at vit vera fyrsta land í heiminum at avlýsa alla koronutilbúgving
- Vit mugu fyrihalda okkum til ein enda á koronu. So bersøgin var Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, á Facebook farna vikuskiftið.
- Eg tími ikki at brúka mína tíð uppá at óttast ein ella annan nýggjan virusvariant sum øll gita er ræðuligur. Eg vil hava fakta. Fakta, sum nú er staðfest við sjey tumma seymi er, at Omikron er minni vandamikil enn fyrr var stúrt fyri, so nú kann eg gleðast, uttan nakrantíð at hava óttast hesum vælsignaða varianti, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.
- Hann smittar sera lætt, men tú gerst - undir vanligum umstøðum - altso ikki serliga sjúkur av honum.
Landsstýrismaðurin heldur, at vit nú eiga at fyri halda okkum til, at hetta skal enda einaferð.
- Mítt nýggjársynskið er, at vit gera tað so rætt, at vit verða fyrsta land í heiminum sum avlýsa alla koronutilbúgving. Sjálvandi skal tað gerast við skili, og saman við heilsumynduleikanum, men vit eru altso noydd til at fyrihalda okkum til eina exit fyri land og fólk, sigur landsstýrismaðurin.
Kaj Leo Holm Johannesen leggur afturat, at vit skulu syrgja fyri at sjúkrahúsverk og ellisheim verða vard og ikki koma undir trýst.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2022
Landsstýrismaðurin hevur gjørt av, at Annika Helgadóttir Davidsen verður atknýtt sum serkøn innan sálarfrøði
Drúgva koronufarsóttin við áhaldandi átøkum og avmarkingum ávirkar eisini fólk sálarliga. Tí verður nú sálarfrøðingur eisini knýttur at farsóttarnevdini eftir ynski frá landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen.
Heilsumálaráðið hevur biðið sjúkrahúsverkið velja ein sálarfrøðing, sum kann taka lut á fundunum í farsóttarnevndini sum serkønur í sálarfrøði.
Hetta hendir eftir ynski frá landsstýrismanninum við heilsumálum sjálvum.
Sjúkrahúsverkið hevur sent tilmæli til Heilsumálaráðið, og landsstýrismaðurin hevur gjørt av, at Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, verður knýtt at farsóttarnevndini sum serkøn innan sálarfrøði.
Annika er sálarfrøðingur og Phd og er knýtt at Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum er partur av sjúkrahúsverkinum. Hon hevur drúgvar royndir sum sálarfrøðingur og granskari og hevur millum annað granskað í, hvussu korona hevur ávirkað sálarheilsuna hjá føroyskum arbeiðstakarum.
Frammanundan eru átta limir í farsóttarnevndini. Michael Boolsen, fúti, Lars Fodgaard Møller, landslækni, Birna Mørkøre, landsdjóralækni, Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, og Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, eru fastir limir í nevndini. Afturat teimum hevur landsstýrið valt Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, Tummas í Garði, læknafakligan varastjóra í sjúkrahúsverkinum og Eyðun Mørkøre, stjóra í Taks. Harumframt luttaka Bjarni á Steig, yvirlækni í sjúkrahúsverkinum og Debes Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum ráðgevar á fundum í farsóttarnevndini. Og nú verður sálarfrøðingur so eisini knýttur at nevndini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2022
Omikron er komið fyri at verða, og tað kann hjálpa í stríðnum ímóti koronu, heldur fakligi stjórin hjá Statens Serum Institut í Danmark
Nógv tann størsti parturin av teimum, sum eru staðfest smittað við koronu í løtuni, eru smittað við omikron-frábrigdinum, og nógv skulu eisini vænta at gerast smittað, hóast tey eru koppsett.
Tað sigur Tyra Grove Krause, fakligur stjóri hjá Statens Serum Institut.
Men líkt er til, at vandin fyri at verða innlagdur við omikron-frábrigdinum bert er hálvt so stórur sum við delta-frábrigdinum. Hann kann framvegis leggja trýst á heilsuverkið, men alt bendir á, at nýggja frábrigdið er mildari enn deltafrábrigdið.
– Hetta merkir bara, at ein sera stórur partur av okkum fer at fáa hesa sjúkuna, og so fáa vit okkurt, sum minnur um floksimmunitet, sigur hon sambært DR.
Í samrøðu við "Go' Morgen Danmark" á TV2 sigur hon eisini, at omikron-frábrigdið kann hjálpa okkum í stríðnum ímóti koronu.
Omikron er komið fyri at verða, og tað fer at hava við sær nógva smittuspjaðing komandi mánaðin, men tá tað er yvirstaðið, eru vit betri stillað, enn vit vóru áðrenn, sigur hon.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2022
At landsroyndirnar eru vorðnar talgildar, hevur á ongan hátt verið nakar fyrimunur fyri næmingarnar, ei heldur lærararnar, heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag
Hugsa vit um lærugreinarnar, og hvat gevur næminginum lærdóm, sum hann kann brúka til nakað skilagott og munadygt, so ber tað ikki til at eftirkanna tað í eini talgildari roynd. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.
- Tá næmingar brúka pappír og blýant, so kundu teir úttrykkja seg við at tekna, gera pílar og alt møguligt, og tá sær lærarin, hvussu næmingurin hugsar og roknar seg fram til úrslit. Tá ið kanningin er talgild, er tað bara úrslitið, sum sæst; í mínum hugaheimi er úrslitið als ikki áhugavert, tí tað er leiðin fram til úrslitið, sum er áhugavert at síggja og hjá læraranum at meta um, fyri at hjálpa næminginum fram fakliga, sigur Jacob Eli S. Olsen við Skúlablaðið.
Landsroyndirnar hava verið talgildar seinastu fimm árini. Tá ið tær vórðu lagdar um frá at vera royndir, næmingurin loysir á pappíri, til at vera royndir, har næmingurin situr við teldu og loysir tær, segði Mentamálaráðið, at tað er umráðandi, at næmingar hava førleika at viðgera tilfar talgilt.
Myndugleikarnir hava eisini mett, at nógvir fyrimunir liggja í talgildingini, eitt nú stóra nøgdin av dátu, sum til ber at fáa til vega um týðandi námsfrøðilig viðurskifti, skrivar Skúlablaðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2022
H-bygningurin er 15.500 fermetrar til støddar og samlaði kostnaðurin er, tá øll tøk játtanin til H-bygningin er tikin við - 659 milliónir krónur
Landsverk er nú komið so væl ávegis við bygningsarbeiðnum í H-bygninginum, at Landssjúkrahúsið kann yvirtaka fyrsta partin av bygninginum 22. mars 2022. Tá er bygningurin liðugur innan og uttan, men enn mangla seinastu tólini, sum verða liðugt uppsett 31. mai 2022.
H-bygningurin er eitt nýbrot innan sjúkrahúsbygging og fyri Landssjúkrahúsið. H- bygningurin er bygdur aftur at hinum sjúkrahúsbygninginum, og er ein samvirkin partur av øllum Landsjúkrahúsinum. Ein sera stórur og týdningarmikil partur av arbeiðnum er tískil sambindingin millum H-bygningin og verandi B0 bygningin, sum í dag er høvuðsinngongd til Landssjúkrahúsið. Tekniskur útbúnaður og flutningur á Landssjúkrahúsinum skal umleggjast og setast upp til nýggja veruleikan.
Arbeiðið at samantvinna bygningarnar er farið í gongd, og væntandi verður samanbyggingin liðug 28. juni 2022. Tað einasta, sum tá restar í, er liðugtgerð av kjallaranum í H-bygninginum, sum enn ikki er byrjað. Hetta arbeiðið tekur umleið 6 mánaðir at gera og kann setast ígongd, tá neyðuga játtanin fyriliggur.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Farið varð undir H-bygningin 23. februar 2015, og nú hann stendur at kalla liðugur er hann eitt stig inn í ein nýggjan heim. H-bygningurin fevnir um nýggjar medisinskar seingjardeildir, tvær háisolatiónsstovur, føði- og barnsburðardeild við tveimum neonatal serstovum, psykiatriskan depil, hølir til sjúkrahúsuppvenjing, sjúkrahúskøk og felags kantinu.
Staðsetingin og skapið á bygninginum geva sjúklingum og starvsfólkum ljós høli við besta útsýni. Innrættingin er gjørd sambært nýggjastu vitanini um lekjandi karmar um sjúkrahúsviðgerð. Samstundis verður brotið upp úr nýggjum, í og við at ein og sama inngongd er til allar deildir. Hetta er mangt annað við til at tryggja sjúklinginum atgongd til júst ta viðgerðina hann hevur tørv á, eisini tá tørvur er á fleiri viðgerðum samstundis.
Talan er um mest hátekniska almenna bygning, sum er bygdur í Føroyum til dags dato. H-bygningurin er 15.500 fermetrar til støddar og samlaði kostnaðurin er, tá øll tøk játtanin til H-bygningin er tikin við - 659 milliónir krónur. Tað gevur ein fermetraprís uppá umleið 42.500 krónur, sum er ájavnt við kostnaðin fyri aðrar stórar almennar bygningar í Føroyum.
Landssjúkrahúsið fær atgongd til H-bygningin seinast í mars 2022. Tá fara ymsu deildirnar undir fyrireikingarnar at gera bygningin kláran at taka ímóti sjúklingum. Landssjúkrahúsið kunnar nærri um nær H-bygningurin verður tikin fult í nýtslu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2022
Í mun til metárið 2019 er gistingarhúsvinnan framvegis rakt av korona
Í november 2021 vóru gistinæturnar á føroysku gistingarhúsunum 10.352 í tali, sum er met fyri einstakan novembermánað. Gistinæturnar vuksu 23 prosent samanborið við sama mánað í 2020 og vóru eitt vet hægri (4 prosent) enn í 2019, sum framvegis er metárið, tá gistingar umræður.
Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Føroyingar og danir høvdu næstan javnt nógvar gistinætur á gistingarhúsunum í november – um 4.000 gistinætur. Talið av gistinætrum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark veksur nú aftur. Tað er meira enn tvífaldað í mun til november í 2020. Hóast tað manglar enn eitt sindur í, at koma upp á sama støði sum í 2019. Talið av gistnætrum hjá føroyingum minkaði hinvegin ein fjórðing av tí, sum tað var í november í 2020. Tó er talið nakað hægri enn í 2019.
Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru 4.535 í tali í november 2021, hetta er eitt vet minni enn í 2020.
Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 35 prosent av kømrunum vórðu brúkt í november, samanborið við 26 prosent í fjør. Í 2019 var nýtslustigið 46 prosent.
Í 2020 vaks talið av kømrum munandi, tí tvey størri gistingarhús lótu upp og onnur útbygd, og tí var rúm fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri.
Verður hugt at mánaðunum í ár samanlagt, sæst at bæði gistingarnar og innskrivingarnar eru nærum tvífaldaðar í mun til í november í 2020.
Kelda: Hagstovan
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2022
Í miðal koyrdu 4.600 bilar gjøgnum Eysturoyartunnilin um samdøgrið
Í desember mánaði koyrdu 142.665 bilar gjøgnum Eysturoyartunnilin. Tað er nakað færri enn í september og oktober, sum eru mánaðirnir við mestari ferðslu síðan gjaldsskipanin varð sett í gildi. Í september koyrdu 143.060 bilar og í oktober 143.329.
Av teimum 142.665 bilunum, sum rindaðu fyri at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin í desember, koyrdu teir 123.443 teinin millum Eysturoy og Hvítanes, meðan 19.222 koyrdu tvørtur um fjarðarmunnan.
Miðalferðslan í desember var 4.602 bilar, sum var ein munandi vøkstur í mun til november, ið var lakasti mánaður síðan februar, men framvegis langt frá máltalinum fyri tunnilin, sum sigur, at ferðslan helst skal vera oman fyri 6.000 bilar.
Miðal fyri Eysturoy-Hvítanes var 3.982 og fyri Rókina-Strendur 620.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2022
Fuglafjarðar kommuna kann rokna við at fáa 3,5 milliónir krónur fyri gamla umsitingarbygningin
Eftir at kommunala umsitingin í Fuglafirði flutti inn í fyrverandi bankabygningin við Muntra, hevur Fuglafjarðar kommuna ikki longur brúk fyri eyðkenda, bylgjuklædda og stállitta umsitingarbygninginum á Ennivegi.
Bygningurin er tí nú lýstur til sølu.
Bygningurin, sum upprunaliga er frá 1948, verður á heimasíðuni hjá Betri Heim lýstur sum ein vinnubygningur í trimum hæddum, hvør á 190 fermetrar.
Roknað verður við, at kommunan kann fáa 3,5 milliónir krónur fyri bygningin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2022
31. desember 2021 búðu 1.770 fólk á Tvøroyri - tað eru 63 fleiri enn júst tvey ár frammanundan. Fyri fyrstu ferð í fimm ár var burðaravlop í kommununi. Samanlagdur fólkavøkstur var í Suðuroynni júst farna árið
Í fleiri ár hevur verið tosað um burturflyting úr Suðuroynni, og hóast fólkatalið í trimum av kommunum nú er eitt lítið sindur lægri enn fyri einum ári síðani, so hevur samanlagdur fólkavøkstur verið í Suðuroynni seinasta árið, um hugt verður at tølunum frá Landsfólkayvirlitinum:
Fyri allar kommunur í Suðuroynni síggja fólkatølini soleiðis út (1. januar 2021 / 31. desember 2021):
Fámjin, 86/84 = -2,33%
Hov, 97/102 = +5,15%
Hvalba, 669/679 = +1,49%
Porkeri, 319/317 = -0,63%
Sumba, 350/356 = +1,71%
Tvøroyri, 1744/1770 = +1,49%
Vágur, 1389/1380 = -0,65%
Samanlagt: 34 fólk fleiri við árslok enn við ársbyrjan
Størstur var vøksturin í Tvøroyrar kommunu - tó at prosentvøksturin var størri aðrastaðni. Við ársskiftið búðu 1.770 borgarar á Tvøroyri, í mun til 1.744 1. januarí fjør. Hetta svarar til ein vøkstur upp á 26 borgarar, ella 1,49 prosent.
Vaksandi fólkatalið sæst eisini aftur í skattainntøkunum. Seinastu tølini frá Taks til kommununar fyri 2021 samanlagt vísa, at Tvøroyrar kommuna hevur havt ein vøkstur í skattainntøkunum, svarandi til 3,53 prosent - svarandi til 2,26 milliónir.
Burðaravlop fyri fyrstu ferð síðani 2016
Eitt annað, ið tey í Tvøroyrar kommunu kunnu fegnast um viðvíkjandi tølunum frá 2021, er, at tey fyri fyrstu ferð í 2015 høvdu burðaravlop. 14 eru farin og 20 eru fødd.
- Ilt er at spáa um, hvussu 2022 fer at hilnast, men ábendingar eru um, at góða gongdin við fólkatalinum fer at halda fram, tí á fólkayvirlitinum eru tey vitandi um fleiri, ið hava ætlanir um at seta búgv í kommununi, skrivar tvk.fo
Ein avbjóðing við jaligu gongdini, tá burðaravlop er og barnafamiljur flyta til, er barnaansingarøki og er tað eisini støðan í dag. Kari Petersen, leiðari á ansingarøkinum hjá Tvøroyrar kommunu, sigur við tvk.fo, at eftirspurningurin á ansingarplássi er framvegis vaksandi, og at fleiri børn eru í kommununi, ið enn ikki eru uppskrivað.
Skattaprosentið og barnafrádrátturin á Tvøroyri fyri í ár verður tað sama sum í 2021 nevniliga 20,9 prosent og 7.000 krónur fyri hvørt barnið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2022
Á nýggjárinum búðu 1.452 fólk í Nes kommunu - hetta eru 53 fleiri, enn tað gjørdu við ársbyrjan. Hetta merkir eisini, at skattainntøkurnar eru hægri enn undanfarnu ár
Áhugin at seta búgv í Nes kommunu er stórur - hetta hevur verið nakað frammi, og tað kemst millum annað av Eysturoyartunnlinum
Tað er tí ikki óvæntað, at Nes kommuna kann skriva um fólkavøkstur og vaksandi skattainntøkur á heimasíðu sínari.
Har verður fegnast um, at farna árið hevur gingið væl hjá kommununi, har fólkatalið økt við 3,8 prosentum. Tann 31. desember 2021 búðu 1.452 fólk í Nes kommunu - tað eru 53 fólk fleiri enn við ársbyrjan 2021.
Hetta hevur við sær, at skattainntøkurnar millum annað í desember, sum vóru 5.175.000 krónur vóru væl hægri enn væntaða miðaltalið. Meirinntøkan var samanlagt 7,4 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2022
Útstykkingin við Høganesvegin er liðug, og grundstykkini eru seld, men fleiri eru á veg í sama øki. Eisini verða níggju grundøki á Ólavsvegi gjørd liðug í løtuni, og á Kneysum og við Heygvsvegin eru nú 34 íbúðir
Fólkatalið í Nes kommunu er seinasta árið vaksið við 53. Hetta er ein vøkstur á sløk fýra prosent, og fólkatalið í kommununi var um árskiftið 1.452.
Tað hevur fleri ferðir verið frammi, at áhugin at seta búgv í kommununi er stórur, og fleiri nýggjar útstykkingar eru gjørdar:
- Í desember 2020 varð nýggja útstykkingin við Høganesvegin liðug. Talan var um 11 grundøki niðan fyri vegin. Seinni er eitt grundøki matrikulerað afturat, so talan er um 12 grundøki. Øll grundøkini eru seld, og fleiri hava fingið byggiloyvi.
Eitt annað øki á 2.000 fermetrar við Høganesvegin varð boðið alment út til bygging á summri í fjør, og KBH fer í næstum undir bygging av seks randarhúsum í økinum. Og meira afturat er á veg har, sambært nes.fo.
- Í sama øki við Høganesvegin, omanfyri vegin, er ætlanin at loyva fleiri byggingum av íbúðarlonum, randarhúsum v. m. Eisini er ætlanin at fremja somu bygging við vatnbrunnarnar við Regnavegin. Byggisamtyktin við Høganesvegin eins og við Regnavegin er nú góðkend og broytt samsvarandi hesum. Kommunan hevur søkt um loyvi at keypa meira lendi við Høganesvegin og Regnavegin. Tá ið hetta er avgreitt, vónandi heilt skjótt, fer kommunan at bjóða út meira byggilendi.
Í fjør varð eisini samtykt at fara undir útstykkingina á Ólavsvegi, sum er framhald av Gaddavegnum. Talan er um veg til níggju grundøki, sum øll eru umbiðin. Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt í hesum mánaðinum, boðar kommuna frá á heimasíðu sínari, har tað eisini verður fegnast um, at um stutta tíð búgva fólk í øllum teimum 34 nýggjum íbúðunum á Kneysum og við Heygvsvegin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2022
- Endamálið við hesum er, at vit skapa eitt nýtt spennandi innandura umhvørvi, sum serliga er ætlað okkara smæstu borgarum, sigur Annika S. Biskopstø, forkvinna í heilsunevndini
- Endamálið við hesum er, at vit skapa eitt nýtt spennandi innandura umhvørvi, sum serliga er ætlað okkara smæstu borgarum. Eg veit, at fleiri foreldur hava eftirspurt eitt stað, har møguleiki er at vera saman sum familja og hittast við øðrum. Hetta verður nú veruleiki.
Soleiðis sigur Annika Steintórsdóttir Biskopstø, forkvinna í heilsunevndini í Klaksvíkar býráðið, við klaksvik.fo um útbyggingina, sum farið verður undir í ár.
- Í okkara grannalondum eru fleiri bókasøvn, sum hava ótrúliga góðar karmar. Somuleiðis síggja vit eitt rák á hesum økinum í Føroyum. Klaksvíkar bókasavn er onki aftanfyri, hvat tænastu, úrvali og innihaldi viðvíkur. Men tað verður gott, serliga fyri smábarnaforeldur, at fáa meiri pláss og betri umstøður. Bókasøvn skulu vera tíðarhóskandi og innbjóðandi. Tað er umráðandi at leggja ein góðan mentanarligan botn, stimbra lesivanarnar hjá børnunum, skapa ró og innlivan og geva einstaklingum íblástur. Samfelagið er eisini okkara børn og dýrabæra tíðin vit fáa saman við teimum.
Annika Steintórsdóttir Biskopstø kemur eisini inn á, at nýggju umstøðurnar, ið eru á veg, geva fleri møguleikar til barnagarðar, ið javnan vitja við børnum teirra - hetta við størri plássið og góðum umstøðum til at verða longri.
Bókasavnið í Klaksvík, sum er beint við Betesda og yvirav Norðoya Sparkassa, fær fleiri fermetrar at húsast í, og tað verður gjørt við at sambinda gamla Isenkram og Bókasavnið á "ein vakran og skilagóðan hátt". Tekningar liggja í løtuni á borðinum, skrivar klaksvik.fo
Sjósvimjarar fáa betri umstøður
Eitt annað átak, sum forkvinnan í heilsunevndini gleðist um, er undirtøkan fyri betri umstøðum til sjósvimjarum, sum er ein alsamt vaksandi áhugabólkur.
- Sjódipping sigst at vera heilsugott, tann rørsluligi parturin, løtan úti í fríu nattúruni og góða samanhaldið, sum útifelagsskapurin gevur. Allir aldursbólkar kunnu sjódippa, men tað eru serliga tilkomin og eldri, sum hava hava tikið hetta til sín. Og tað er eisini gleðiligt. Hetta ítrivið skapar eitt virkið og sunt lív og fremur eisini sálarbót og trivnað. Somuleiðis eru vátdraktir, og tað at leypa á sjógv, vorðið eitt vaksandi rák í millum okkara størri børn og ungdómin. Hesum ynskja vit sum býráð at lofta.
- Í næstum verður eitt sjódippara felag sett á stovn. Í hesum sambandi fara vit at seta eitt neyst uppi í Borðoyavík við møguleikum fyri skiftirúmi, sauna og vesi. Tað skapar enn eina spennandi mentan ella býarrúm, og hetta staðið fer at leggja upp til eitt frískt og virkið felagslív tætt at nattúruni, sigur Annika S. Biskopstø at enda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2022
IRF minnir á, at gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum, og er tað umráðandi at beina tað burtur á rættan hátt
Nú nýggjárið er farið afturum, er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum.
Tað sigur IRF í einari áminning.
– Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða. Av trygdarávum mælir IRF tí fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár.
IRF hevur gjørt eina leiðbeining til, hvusu fýrverk skal beinast burtur:
– Fýrverk verður beint burtur á rættan hátt við at lata tað inn til eitt mannað endurnýtslupláss, har tað verður heintað av IRF. Finn endurnýtslupláss og upplatingartíðir her.
– Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið.
– Um størri nøgdir av fýrverki skulu beinast burtur, verða fólk biðin um at ringja til IRF á 414243 fyri nærri vegleiðing. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2022
Við keypinum av Munkebo Seafood kann Bakkafrost økja um vøruúrvalið av liðugtvørum. Bakkafrost bjóðar í dag feskan, frystan og royktan laks, og nú legst niðursjóðaður laksur afturat
Tann 23. desembur 2021 undirskrivaði Bakkafrost eina avtalu um keyp av partabrøvunum í Munkebo Seafood A/S. Keypið er gjørt saman við Michael Karlsen, sum hevur verið dagligur leiðari í Munkebo Seafood seinastu mongu árini.
Partabrøvini eru keypt frá Paul Lybech, sum umvegis DP Holding Danmark A/S hevur verið partur av Munkebo Seafood í nærum 25 ár. Avtalan varð gjøgnumførd 1. januar 2022.
Munkebo Seafood A/S var stovnað í 1979, og hevur síðani stovnan virkað við niðursjóðing av fiskavørum á virkinum í Munkebo á Fjóni. Felagið rekur í dag eitt framkomið niðursjóðingarvirki, og hevur eitt breitt vøruúrval. Ein stórur partur av framleiðsluni byggir á laks. Bakkafrost hevur seinasti árini verið ein av størstu veitarunum hjá Munkebo Seafood, og felagið passar tí væl inn í virðisketuna hjá Bakkafrost og aðalmálinum um at verða framleiðari av liðugvørum. Við einari vaksandi framleiðslu av laksi í Føroyum og í Skotlandi komandi árini, verður rávørugrundarlagið undir framleiðsluni hjá Munkebo Seafood styrkt.
Michael Karlsen heldur fram som dagligur leiðari í Munkebo Seafood, nú við einum ognarluti á 10 prosent. Virksemið á Munkebo Seafood heldur fram óbroytt. Munkebo Seafood hevur 40 starvsfólk, og vørurnar verða í høvuðsheitum seldar á evropeiska marknaðinum til matvøruhandlar. Munkebo Seafood hevði í 2019 ein brutto vinning á 13,7 milliónir krónur, við einum rakstrarvinningini áðrenn fíggjarligar útreiðslur og skatt á 2,1 milliónir krónur, og í 2020 ein bruttovinning á 18,5 milliónir krónur, við einum rakstrar avlopið áðrenn fíggjarligar útreiðslur og skatt á 4,8 milliónir krónur. Felagið hevur munandi tøka framleiðsluorku til framtíðar vøkstur.
Við keypinum av Munkebo Seafood kann Bakkafrost økja um vøruúrvalið av liðugt vørum. Bakkafrost bjóðar í dag feskan, frystan og royktan laks, og nú legst niðursjóðaður laksur afturat. Bakkafrost hevur eitt altjóða sølukervi, og vørurnar frá Munkebo Seafood fara nú at verða bjóðaðar út á einum størri marknaði sum ískoyti til hinar liðugvørurnar frá Bakkafrost.
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum, og hevur harafturat umfatandi alivirksemi í Skotlandi.
Bakkafrost samtakið hevur fulla virðisketu frá fiskamjøl og lýsi, til laksafóður, kynbøta arbeiði og rognaframleiðslu, til aling, virking og sølu. Bakkafrost hevur virksemið í Føroyum, Skotlandi, Englandi, USA og nú eisini í Danmark. Bakkafrost samtakið hevði undan yvirtøkuna 1.644 starvsfólk (ársverk).
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2022
Skjótt verður møguligt at fáa fatur á serstaka vatninum úr Sumbiarfjøllunum í donskum handlum. Fyritøkan, ið hevur heimstað í Lopra, hevur fingið avtalu í lag við danska heilsølu
Í 2012 byrjaði fyritøkan Kirvi sítt virksemi, sum fyrstu trý árini "bert" fevndi um at veita kølaraloysnir til fyritøkur og stovnar. Í 2015 varð byrjað við at framleiða smáar fløskur, ið komu á marknaðin, og sum síðani hava verið vælumtóktar.
Nú verður skjótt møguleiki fyri at fáa fatur á serstaka vatninum úr Sumbiarfjøllunum í Danmark. Hesum boðaði Kirvi fráá Facebook-síðu sínari, í samband við at ynskt varð gott nýggár.
- Vónirnar fyri 2022 eru góðar, og longu fyrst í komandi ári verða fyrstu fetini tikin inn á danska marknaðin.
Heimasíðan vp.fo skrivar, at Kirvi hevur fingið avtalu í lag við danska heilsølu, sum serliga leggur seg eftir at selja drykkivørur, og at fyrstu fløskurnar blivu framleiddar millum jóla og nýggjar.
Kirvi hevur heimstað í Lopra, har øll framleiðslan er - fram til 2019 var vatnið sent til Danmarkar at lata á smáar fløskur. Fyritøkan flytur vatn út til fleiri lond í Evropa.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2022
Nú eru vit í holt við tann fyrra bátin, sum er til ein kunda, ið hevur keypt fleiri bátar frá okkum. Báturin skal vera liðugur í summar, sigur Jóhan Henrik Olsen, stjóri á AWI Boats
AWI-Boats í Runavík hevur undirskrivað avtalur um tveir nýbygningar til Grønlands. Annar verður 33 føtur langur og hin 39 føtur.
- Vit fegnast um, at grønlendingar eru so væl nøgdir við bátarnar frá AWI Boats, at somu menn koma aftur og biðja um nýggjar bátar. Tað er hugaligt.
Tað sigur Jóhan Henrik Olsen, stjóri á AWI Boats.
- Beint nú, eru vit í holt við tann fyrra bátin, sum er til ein kunda, ið hevur keypt fleiri bátar frá okkum. Báturin skal vera liðugur í summar, sigur hann.
- Beint áðrenn jól undirskrivaðu vit eina avtalu um ein 39 fót. Hann verður somu stødd og skal hava somu útgerð sum ein, vit bygdu í fjør og varð sendur yvir síðsta summar, sigur hann.
- Bátarnir, vit byggja til Grønlands, eru serbygdir. Tað merkir, at teir eru væl tjykkri og harvið væl sterkari enn aðrir bátar. Harafturat er stýrhúsið og lugarið væl bjálvað móti kulda, sigur Jóhan Hendrik.
- 33-fótarin, er ein standard bátur, við útgerð til línu- og garnafiskiskap. 39-fótarin, er sjálvandi, væl størri; hevur størri hús, og so verður hann lutvíst innilokaður í bakborð. Fiskiútgerðin verður tann sama sum í 33-fótaranum.
- Hesar avtalur hava stóran týdning fyri fyritøkuna. Vit hava onnur arbeiðir, men hetta gevur væl av arbeiði, bæði glastrevjaarbeiði og maskinsmiðjuarbeiði. Harafturat er tað altíð spennandi og gevandi at gera nýggjar bátar, sigur Jóhan Henrik Olsen.
Myndirnar eru av 33 fótara og 39 fótara, sum vóru bygdir til Grønlands í 2015 og 2021.
Jóhan Henrik Olsen, stjóri á AWI Boats (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2022
Kappingin er vorðin fastur táttur á hvørjum ári, annaðhvørt ár fyri klassiskar tónleikarar og annaðhvørt ár fyri rútmiskar tónleikarar
Tónleikakappingin Stella Polaris, ið er fyri ungar tónleikarar, verður hildin í Tórshavnar Musikkskúla í døgunum 10. til 12. februar. Kappingin er vorðin fastur táttur á hvørjum ári, annaðhvørt ár fyri klassiskar tónleikarar og annaðhvørt ár fyri rútmiskar tónleikarar.
Endamálið við kappingini er at eggja børnum og ungum at fáast við tónleik og at mennast sum tónleikarar. Kappingin tekur støði í tónleikalívinum í breiðari merking, bæði í musikkskúlahøpi og í tónleikalívinum í Føroyum. Við at seta sjóneykuna á rútmiska tónleikapallin ynskir kappingin at geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd, og at stimbra áhugan fyri rútmiskum tónleiki sum heild.
Kappingin er skipað í tveimum aldursbólkum: Til og við 17 ár og 18 til og við 24 ár. Tónleikarar sum hava tilknýti til Føroyar, kunnu melda seg til kappingina.
Í dómsnevndini vera fimm dómarar, ið skulu meta um avrikini hjá luttakarunum.
Luttakarar melda til í seinasta lagi 1. februar 2022. Fyriskipari av kappingini er Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2022
- Ikki so nógv at tosa um. Tú ert bara góður, staðfesti ein av dómarunum
Tá ársins X Factor fór av bakkastokki nýggjársdag, var tað við einum føroyingi sum luttakara.
Talan er um Kára Fossdalsá av Toftum, sum fekk møguleikan at royna seg framman fyri dómarunum Kwamie Liv, Martin Jensen og Thomas Blachman, tá upptøku roynd var í Aarhus.
Við sær hevði hann unnustina Áshild Jónsveinsdóttir og dóttir teirra.
Og við sínum gittara og inniligari rødd, sjarmeraði toftamaðurin og sang seg víðari í X Factor.
- Tað er ikki so nógv at tosa um, tú ert bara góður, staðfesti Martin Jensen.
Hetta er aðru ferð, at toftamaðurin luttekur í X Factor. Í 2020 royndi hann seg eisini, og kom víðari frá upptøkuroyndini, men gjørdist ov stuttur til sonevnda "5 Chair Challenge".
Seinastu árini hava fleiri føroyingar luttikið í danska X Factor, og eitt nú Sveinur Gaard Olsen, Jógvan Joensen og Linda Andrews komu langt í kappingini. Síðstnevnda endaði við at vinna X Factor í 2009.
Dómararnir í ár, Martin Jensen, Kwamie Liv og Thomas Blachman (Mynd: TV2 Danmark)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2022
Tað legst afturat Heilagrunninum hjá Granskingarráðnum
Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava trettan føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2021. Sjey av hesum verkætlanunum eru stuðlaðar av Granskingarráðnum.
21. januar vardi Elisabeth Holm ph.d.-ritgerð sína á Heriot-Watt University. Ritgerðin kallast "New Times in the Faroe Islands, New Speakers of Faroese and the Sociolinguistics of Labour Market Inclusion: Challenges and Opportunities." Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum.
1. mars vardi Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús sína ph.d.-ritgerð á Durham University. Ritgerðin kallast “Burials and Landscapes during the Viking Age.” Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum.
19. mars vardi Paula Gaard ph.d.-ritgerð á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin kallast "Verjurøða ummælarans - sjálvsmyndan í føroyskum bókaummælum 1997-2007." Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum.
24. mars vardi Ingi Heinesen Højsted ph.d.-ritgerð sína á DPU. Ritgerðin kallast "Toward marvels in dynamic geometry teaching and learning: Developing guidelines for the design of didactic sequences that exploit potentials of dynamic geometry to foster students’ development of mathematical reasoning competency."
25. mars vardi Árni Johan Petersen ph.d.-ritgerð sína á CBS. Ritgerðin kallast "Collective Imaginary as (Residual) Fantasy."
7. mai 2021 vardi May-Britt Skordal ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin kallast: “Football is Medicine: Promoting healthy living and an effective means of preventing and treating lifestyle diseases.” Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum.
17. juni vardi Óluva R. Eidesgaard ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universiteti. Ritgerðin kallast: ”Investigation and applicability of interpreted well log data within the Faroe Islands Basalt Group (FIBG)." Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum.
25. juni vardi Heiðrikur Bergsson ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universiteti. Ritgerðin kallast: "Optimizing fish growth and animal welfare in aquaculture sea cages by profiling oxygen and water current".
28. juni fekk Tórheðin Jónsveinsson Jensen formligu góðkenningina av síni DBA-ritgerð, sum hann vardi á í Henley Business School í desember 2020. Ritgerðin kallast: "Knowledge dynamics in two Faroese seafood clusters: Innovations in a highly tacit environment." Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum.
30. september vardi Katla Heðinsdóttir ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universiteti. Ritgerðin kallast: “On the Exploitation of Host Communities in International Clinical Research."
30. november vardi Fróði Gregersen sína ph.d. ritgerð á DTU. Ritgerðin kallast "Systematic Artifacts in Current-Induced Magnetic Field Measurements by MRI."
6. desember vardi Inga Kristiansen ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetrium. Ritgerðin kallast: "Population dynamics of Calanus species within the southwestern Norwegian Sea – links to water mass distribution and Norwegian spring spawning herring.”
15. desember vardi Sissal Vágsheyg Erenbjerg ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universiteti. Ritgerðin kallast: “Oceanography of the Faroe Shelf and Sundalagið Norður - a modeling approach.” Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum.
Til ber at finna upplýsingar um allar ph.d. lesandi, ph.d.arar, doktarar og aðrar føroyskar granskarar, sum vit vita um, við at fara í Heilagrunnin
Tíðindi frá Granskingarráðnum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2022
Eminem hevur nú 11 útgávur við yvir einari milliard stroymingum á Spotify – fleiri enn nakar annar tónleikari
Eminem hevur nú sett nýtt met.
49 ára gamli rapparin við borgarliga navninum Marshal Bruce Mathers er tann, sum hevur flest útgávur á Spotify við yvir einari milliard stroymingum.
Hetta, eftir at tað síðst í farna árinum gjørdist greitt, at "The Slim Shady LP" frá 1999 hevur verið stroymd yvir eina milliard ferðir. Tað sama hava tíggju aðrar útgávur hjá honum.
Einasta útgávan, sum ikki hevur megnað hetta, er debutútgávan "Infinite" frá 1996, og tað er helst av tí einføldu orsøk, at útgávan ikki er tøk á Spotify, skrivar B.T.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2022
Hósdagin var ársdagur fyri ógvusliga álopið á amerikanska tjóðartingið í Washington
Øll, sum vóru við í álopinum móti kongressini í USA skulu ábyrgdast fyri sínar gerðir.
Soleiðis ljóða boðini frá amerikanska løgmálaráðharranum, Merrick Garland, í sambandi við ársdagin fyri álopinum á Capitol Hill 6. januar.
Tilsamans hevur løgmálaráðið ákært 725 fólk fyri lógarbrot í sambandi við uppreisturin.
Talan er um lógarbrot, alt frá broti á løgregluviðtøkur, til samansvørjingar og álop á løgregluna
Av teimum 725, hava 165 játtað seg sek. Minst 70 fólk eru dømd.
Harðasta revsingin higartil var givin stutt fyri jól, tá ein maður varð dømdur fongsul í yvir fimm ár fyri harðskap móti løgregluni.
- Løgmálaráðið hevur framvegis ábyrgdina av at ábyrgda øll tey seku fyri tað, sum hendi 6. januar 2021. Líkamikið um tey vóru til staðar á sjálvum degnum, ella á annan hátt vóru samsek í álopinum á okkara fólkaræði, segði Garland í eini røðu mikudagin.
Hósdagin var ársdagurin fyri hendingina, tá ein stórur hópur av fjepparum hjá tá fráfarandi forsetanum, Donald Trump, lupu á kongressina.
Tað hendi meðan kongresslimir fóru í holt við at góðkenna Joe Biden, sum komandi forseta í USA.
Fýra fólk lótu lív í sambandi við ófriðin. Dagin eftir doyði ein løgreglumaður av hjartatilburði. Tað er óvist um tann tilburðurin hevur beinleiðis samband við hendingarnar í kongressini, skrivar Reuters.
Rættarmálini, sum hava verið førd síðan, hava serliga verið móti høgravíðgongdum bólkum, ein av hesum bólkum er Proud Boys.
Umframt løgregluna, hevur ein serlig nevnd í umboðsmannatinginum eisini arbeitt við at kanna hvat hendi henda dagin.
Hetta hevur eitt nú ført til, at Steve Bannon, fyrrverandi ráðgevin hjá Trump forseta í Hvítu Húsunum, er skuldsettur fyri at sýta fyri at møta upp til avhoyringar og leggja fram skjøl, sum tingnevndin hevur biði um.
Amerikanski løgmálaráðharrin hevur verið fyri ábreiðslum frá nøkrum demokratiskum politikarum, sum halda, at Garland ikki hevur gjørt nóg mikið til tess at kanna hendingarnar.
Herundir nakrar myndir úr goymsluni frá álopinum fyri ári síðani. Myndir: EPA
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2022
Í nýggjársrøðu sínari gamlaárskvøld, takkaði Margretha drotning fyri í summar, tá hon var og vitjaði í Føroyum
Eins og siðvenja er gamlaárskvøld, helt Margretha drotning nýggjársrøðu, og røðan í ár var tann 50. í røðini.
Drotningin, sum 14. januar kann hátíðarhalda 50 ár á donsku trónuni, vitjaði í Føroyum í summar, og í røðu sínari sendi hon eisini eina heilsan til føroyingar, har hon takkaði fyri vitjanina.
– Tað var við stórari gleði, at eg vitjaði í Føroyum í summar, nakað, sum eg hevði glett meg nógv til at síggja aftur. Tað er altíð ein fragd at koma runt á vøkru oyggjunum og verða møtt við hjartaligum gestablídni og føla áhugan og drívmegina hjá føroyingum, segði hon.
– Føroyska samfelagið er í frálíkari menning. Eg fari at minnast vitjan mína við stórum takksemi. Eg sendi míni nýggjársynski til øll í Føroyum. Takk fyri í summar!
Myndir úr savninum frá Føroyaferðini í summar:
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Leit/Finnur Justinussen)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2022
Hevur sett sær fyri at basa sjórænaravirkseminum í Guineaflógvanum
Fimm nýggj lond hava nú um nýggjárið fingið limaskap í trygdarráðnum hjá ST.
Nú um nýggjársleitið hevur Noreg eisini yvirtikið formanssessin í ráðnum, sum hevur fimm fastar limir og tíggju limalond, sum verða skift út so hvørt.
Fastir limir í ST-trygdarráðnum eru Frakland, Kina, Russland, Stórebretland og USA.
Tey nýggju limalondini eru Albania, Brasil, Sameindu arabisku Emiratini, Gabon og Ghana. Tey eru fald fyri tvey ár og taka sæti í trygdarráðnum í staðin fyri Estland, Niger, Saint Vincent & Grenadinurnar, Tunesia og Vjetnam.
ST-trygdarráðið hevur til endamál at varðveita altjóða frið og trygd sambært aðalreglum ST. Ráðið kannar eitt nú hendingar, sum møguliga kunnu elva til altjóða ófrið.
Eitt mál, sum Noreg hevur sett sær fyri at loysa, er sjórænaravirksemið í Guineaflógvanum.
Tað sigur norska uttanríkisráðkvinnan, Anniken Huitfeldt við norsku NTB-tíðindastovuna.
- Vit ynskja at minka um hetta ólógliga virksemið og virka fyri at sjórænarar verða rættarfylgdir, sigur uttanríkisráðkvinnan, sum vísir á, at av teimum 135 sjórænaratilburðunum í fjør, hendu teir 130 í Guienaflógvanum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2022
Mett verður, at yvir ein triðingur av fruktini og grønmetinum, sum verður seld í Fraklandi, er pakkað inn í okkurt slag av plasti, og franski forsetin sigur nýggju lógina vera eina kollvelting
Nýggjársdag kom nýggj lóg í gildi í Fraklandi, sum bannar sølu av 30 sløgum av frukt og grønmeti, sum er pakkað inn í plasti – m.a. sitrónir, agurkur og appilsinir. Størri pakkar og íløt við frukt, sum longu er skorin, eru undantiknir.
Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur rópt nýggja forboðið "eina sanna kollvelting", og er hetta ein liður í ætlanini hjá Fraklandi um so líðani at minka um alla nýtslu av einnýtisplasti áðrenn 2040.
Frakland hevur longu bannað súgvirør, bestikk og takeaway íløt av plasti.
Sambært Ritzau verður mett, at yvir ein triðingur av fruktini og grønmetinum, sum verður seld í Fraklandi, er pakkað inn í okkurt slag av plasti, og væntar franska stjórnin tí, at nýggja lógin kann minka munandi um nøgdina av einnýtisplasti, sum verður brúkt á hvørjum ári.
Seinni í ár er eisini ætlanin, at forløg ikki longur skulu sleppa at pakka nýggjar bøkur inn í plast, og at fastfood-matstovur ikki longur skulu sleppa at geva børnum ókeypis plastleikur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2022
Fáa vit eitt meira javnt býti av koppingarevni um allan heimin, kunnu vit gera ein enda á koronufarsóttini, sigur aðalstjórin hjá heimsheilsustovninum, WHO
Árið 2022 kann gerast árið, tá koronafarsóttin endar. Tað segði Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO, tá hann á nýggjárinum tók samanum støðuna seinasta árið.
Men um hetta skal henda, er m.a. neyðugt við einum meira javnum býti av koppingarevni um allan heimin. Gera vit ein enda á ójavnanum, gera vit eisini enda á farsóttini. Og tað ber til, sigur hann.
Aðalstjórin vísir á, at meðan fleiri lond eru byrjað at geva borgarum sínum triðju koppsetingina, og summi eisini fjórðu koppsetingina, gongur seint at koppseta í nógvum afrikonskum londum. Har eru trý av fýra heilsustarvsfólkum enn ikki vorðin koppsett.
Seinasta árið, síðan vit byrjaðu at koppseta fyri koronu eru fleiri enn 8,5 milliardir skamtar av koppingarevni givnir, og málið hjá WHO er at 70 prosent av fólkinum í heiminum skal hava fingið koppsetingina áðrenn vit koma til miðjuna av hesum árinum. Eisini skulu tiltøk setast í verk fyri at tryggja okkum móti framtíðarfarsóttum.
– Eg haldi, at um vit gera framstig við hesum málum, fara vit aftur at savnast í endanum av 2022. Ikki fyri at markera endan á einum triðja ári við einari farsótt men fyri at hátíðarhalda, at vit venda aftur til tað, sum var vanligt áðrenn korona, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2022
Sambært bretskari kanning, er vandin at verða innlagdur við koronu tríggjar ferðir minni hjá teimum, sum verða smittað við omikron-frábrigdinum, enn hjá teimum, sum verða smittað við delta-frábrigdinum
Vandin fyri at verða innlagdur hjá teimum, sum verða smittaði við omikron-frábrigdinum av koronu, er umleið tríggjar ferðir minni enn hjá teimum, sum verða smittað við delta-frábrigdinum.
Tað framgongur í einari bretskari kanning, sum bretska heilsustýrið hevur gjørt í samstarvi við Cambridge University. Bretskir granskarar hava hugt nærri at einari millión smittutilburðum, sum eru staðfestir seinastu vikurnar við báðum frábrigdum.
Hóast talið á innleggingum í Stórabretlandi er byrjað at vaksa, eru ábendingar um, at omikron er mildari. Susan Hopkins, ovasti ráðgevi hjá bretska heilsustýrinum undirskrivar tó, at tað enn er ov tíðliga at gera sær nakrar niðurstøður um innleggingar.
– Vaksandi talið á tilburðum, sum verða staðfestir millum persónar yvir 60 ár í Onglandi ger tað sannlíkt, at meira trýst fer at koma á heilsuverkið komandi vikurnar, sigur hon sambært Ritzau.
Eins og onnur evropeisk lond í hesum døgum, skrásetur Stórabretland eisini metnógvar smittutilburðir. Talið á innleggingum er eisini vaksandi, men tó hevur talið á sjúklingum, sum hava havt brúk fyri andingartóli ikki verið vaksandi í desember í mun til onnur tíðarskeið undir hesari farsóttini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2022
Hesin koronuheilivágurin kann, sambært kanningum, minka um vandan fyri innlegging ella deyða hjá teimum, ið eru serliga sárbær, við nærum 90 prosentum
Fríggjadagin góðkendi Stórabretland nýggja tablett hjá heilivágsfyritøkuni Pfizer, sum sigst at geva mildari sjúkugongd hjá teimum, sum fáa koronu.
Hesin heilivágurin, sum verður nevndur Paxlovid, kann, sambært kanningum, minka um vandan fyri innlegging ella deyða hjá teimum, ið eru serliga sárbær, við nærum 90 prosentum.
Stórabretland hevur góðkent tablettina fyri koronasjúklingar, sum eru 18 ár ella eldri og hava mild ella tolulig sjúkueyðkenni, og sum verða mett at vera í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk.
Í Stórabretlandi hava tey áður góðkent eina aðra tablett fyri koronasjúklingar, sum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir.
Talan er um heilivágin Lagevrio frá fyritøkuni Merck, sum minkar um vandan fyri innlegging ella deyða við 30 prosentum.
Danska heilsustýrið hevur eisini góðkent heilivágin hjá Merck til sjúklingar, sum eru 18 ár ella eldri. Sambært Ritzau ætlar danska stjórnin bæði at keypa heilivágin hjá Merck og Pfizer. 50 milliónir krónur eru settar av til heilivágin hjá Merck, og 400 milliónir eru settar av til at keypa heilivágin hjá Pfizer.
Heilivágsfyritøkan Pfizer hevur saman við BioNTech ment koppingarevnið fyri koronu, sum verður brúkt í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2022
Reiðaríið MSC hevur yvirhála stóra danska felagið sum heimsins størsta bingjureiðarí
Danska reiðaríið Mærsk er ikki longur heimsins størsta bingjuskipafelag. Sambær Alphaliner, sum fylgir hvat gongur fyri seg í farmavinnuni, er Mærsk nú á øðrum plássi á listanum yvir heimsins størstu bingjuskipafeløg, skrivar Ritzau.
Nýtt felag á fyrsta plássi er MSC, Mediterranean Shipping Company, sum hoyrir heima í Sveits og Italia.
Tað er tó ikki nógv, sum skilir hesi bæði skipafeløgini. Talan er um minni enn eitt bingjuskip, sum nú er á muni millum feløgini.
Uppgerðin hjá Alphaliner sigur, hvussu stóran flota feløgini hava. Talan er bæði um egin og leigað skip.
At Mærsk nú – í hvussu so er eina løtu – er yvirhálað av MSC, fær ikki stóran týdning fyri danska reiðaríið. Tað metir Mikkel Emil Jensen, greinari í Sydbank.
- Mærsk hevur verið størsta bingjureiðarí í fleiri áratíggjur, so hetta er ein merkishending í sjóvinnusøguni, at Mærsk ikki longur hevur heitið, sum kongurin á havinum.
- Tað er tó ógvuliga avmarkað hvønn týdning tað vær. Tað snýr seg meira um at kunna reypa av at vera størst, sigur Mikkel Emil Jensen við Ritzau.
MSC hevur seinastu tíðina víkðað munandi sum sín flota, bæði við at keypa eldri skip og byggja nýggj.
Hinvegin hevur Mærsk ikki gjørt tær stóru íløgurnar í av økja um flotan, tí mett verður, at støddin er hóskandi nú.
Á listanum yvir heimsins størstu bingjureiðari, kemur franska felagið CMA CGM inn á triðja pláss eftir MSC og Mærsk.
Sambært Alphaliner situr CMA DGM á 13 prosentum av heimsmarknaðinum, meðan MSC og Mærsk hava umleið 17 prosent hvørt, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2022
Í síni nýggjársrøðu segði danski forsætisráðharrin, at Danmark ætlar, at flogferðslan skal vera grøn frá 2030
Hetta merkir, at flogfør, sum reka innanlands rutuflúgving í Danmark, ikki skulu brúka fossil brennievni frá 2030. Kortini legði Mette Fredriksen dent á, at loysnin at røkka hesum máli enn ikki er til staðar.
Danmark hevur sett fær fyri at skerja CO2 útlátið við 70 prosentum í 2030. Hon vísti á, at tá onnur lond í heiminum flyta seg ov seint á grønu leiðini, ynskir Danmark at ganga á odda fyri at røkka grønu málunum. Hon viðgekk, at tað fer at vera torført at røkka grønu málunum í flogferðsluni, men granskarar og fyritøkur arbeiða við at finna loysnir. Evropeiski framleiðarin av flogflogførum Airbus hevur kunngjørt ætlanir um at menna flogfør við vetni sum brennievni og sum skulu vera klár í 2035.
Mette Fredriksen segði, at um vetni kann gerast framtíðar drívmegin hjá flogferðsluni við eitt nú at brúka varandi orku at røkka málinum, tá verður tað ein týðandi táttur í royndunum hjá Danmark at røkka sínum grønu málum. Kortini eru ivamál so sum, um tøknin verður klár til at avloysa fossilu orkuna.
Eisini Svøríki hevur sett sær sum mál at gera innanlands flogferðsluna grøna í 2030. Eisini miðjar landið móti at gera altjóða flogferðsluna grøna í 2045. Í fjør kunngjørdi svenska stjórnin ætlanir um at krevja avgjald á flogvøllinum fyri flogfør, sum hava stórt útlát.
Í Fraklandi hava tey tikið stig til at banna innanlands flogferðslu, har ein ferð kann verða gjørd við toki heldur - undir 2,5 tímar. Henda nýggja royndin fer at fáa avleiðingar fyri ferðing millum París og Nantes og Lyon og Bordeaux.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2022
Fyritøka í Esbjerg skal menna fyrstu vetnisloysn til landsstreym í heiminum
Ein stór avbjóðing at loysa í grøna orkuskiftinum er at kunna veita grønan landstreym til havnir, pallar til havs o.l. Nú hevur fyritøkan CS Electic í Esbjerg ment eina loysn at brúka yvirskotsorku frá vindmyllum til at framleiða grønt vetni, sum tá kann verða brúkt á einum landsstreymsverki í havnini í Esbjerg.
Roknað verður við at hava verkætlanina klára við ársenda í ár, og skal nýggja verkið veita streym til skip í havnini. Talan er um at brúka eina sonevnda brennikyknu, sum við eini elektro-kemiskari process broytir vetni til elorku, sum skipini í havnini í Esbjerg kunnu brúka.
Heilt ítøkiliga fevnir eitt slíkt landstreymsverk um tveir ella tríggjar konteynarar, sum verða settir upp í havnini. Skipini, sum koma í havn, kunnu tá binda í hetta verkið og fáa streym, sum stavar frá grønum vetni og harvið 100 prosent CO2 neutralt skrivar danski miðilin Søfart.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2022
Hóast leitingin eftir nýggjum oljukeldum í Norðsjónum er minkað, so eydnast tað framvegis at finna nýggjar oljukeldur nærhendis gomlu oljuleiðunum. Norska Equinor hevur júst gjørt eitt fund nærhendis Troll-leiðini
Talan er um eitt fund nærhendis verandi oljukeldunum Troll og Fram og eru umleið 30 milliónir tunnur í nýggju kelduni. Umboð fyri Equinor siga, at fundið eftir øllum at døma er lønandi og verður nú farið at kanna, um keldan kann bindast í verandi framleiðsluna á Troll leiðini.
Seinastu tvey árini hevur tað víst seg, at nýggjar oljugoymslur eru at finna nærhendis fleiri av teimum gomlu oljuleiðunum. Til ber at finna hesar við nýggjari tøkni og vitan, og tí metir Equinor, at góðir møguleikar eru at gera uppaftur nýggj fund á norska landgrunninum, har olja og gass longu hava verið framleidd í skjótt fimmti ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2022
Ekofisk var oljuleiðin, sum setti hol á norska oljuævintýrið. Hon fer at framleiða í mong ár aftrat
Eitt av heimsins stóru og fyri okkara part av heiminum elstu olju- og gassfeltum, norska Ekofisk, hevur í hesum døgum framleitt tilsamans 3 milliardir tunnur av olju eftir fimmti árum.
Ekofisk setti hol á norska oljuævintýrið í 1971, og hevur síðani framleitt uttan steðg. Umleið 3-4000 starvsfólk eru knýtt at virksemi á pallum, skipum og á landi.
Hesi fimmti árini hevur oljukeldan havt alstóran týdning fyri norska búskapin, og fer framhaldandi at hava tað. Hóast mongu árini, so hevur keldan verið útbygd og ment fleiri ferðir, soleiðis at hon í dag livir upp til øll nútímans krøv til bæði trygd og framleiðslu annars.
Tað er amerikanska oljufelagið ConocoPhillips, sum stendur fyri hesi søguligu olju- og gasskelduni, sum varð funnin í 1969 um tað mundið, tá flestu oljufeløgini pakkaðu saman og rýmdu úr Norra eftir umleið 33 úrslitaleysar brunnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2022
Um somu tíð sum fleiri av heimsins tjóðum royna at avmarka nýtsluna av koli sum part av grøna orkuskiftinum, hevur Kina nú tendrað fyri einum risastórum kolaorkuverki
Nýggja kolaorkuverkið, sum liggur í Shanghaimiao í tí kolaríka Ordos økinum í Innara Mongolia, skal veita streym til Shandong-landslutin, ið liggur út til havið í eystara partinum av landinum. Streymurin verður fluttur langvegis umvegis netið.
Orkuverkið er tað fyrsta av fleiri 1000 Megawatt orkuverkum, og er tað størsta, sum nakrantíð er bygt í Kina. Landið hevur leingi brúkt kol í síni streymframleiðslu, og fer framhaldandi at gera tað, skrivar Reuters sambært Finansavisen. Eigarin av verkinum sigur, at tað verður rikið við mest framkomnu tøknini, sum finst og fer at brúka minni kol og vatn enn onnur kolaorkuverk i Kina.
Myndugleikarnir í Bejing hava annars lovað at fara undir at minka um kolanýtsluna, men ikki fyrr enn í 2025. Kina stendur í dag fyri meira enn helvtini av allari kolaorkuframleiðsluni í heiminum.
Ein frágreiðing frá granskarum á China State Grid Corporation sigur, at vegna óttan fyri orkuveitingartrygdini hevur Kina avgjørt at byggja út 150 GW kolaorku fram til 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2022
Fríggjamorgunin fór ferðalagið við hoyvíkskvinnum avstað. Uppgávan er fyrra áttandapartsfinalan í EHF European Cup móti Nis, ið liggur á fjórða plássi í serbisku deildini
Hoyvíkskvinnur høvdu eina frálíka fyrru hálvu. Í landskappingini er liðið hjá Inga Olsen oddalið og ósigrað eftir ellivu dystir, og í EHF European Cup hevur H71 spælt seg víðari tvær ferðir.
Higartil eru allir fýra dystirnir spældir í Føroyum. Norðurmakedonska WHC Cair og sveisiska Spono Eagles gingu bæði við til at spæla báðar dystirnar á útivølli, men hesaferð verður talan veruliga um heima- og útidyst hjá H71, ið hølvaði WHC Cair av yvir tveir dystir í Høllini á Hálsi, og sum setti sveisisku steypavinnararnar uppá pláss í fyrra dystinum í Hoyvíkshøllini.
Sunnudagin klokkan 17.30 spæla H71 og ZRK Naisa Nis í triðstørsta serbiska býnum Nis. Mótstøðuliðið hjá H71 í áttandapartsfinaluni sló Dudelange úr Luksemborg út við samanløgdum sjey-málsigri og liggur á 4. plássi í serbisku deildini í løtuni - nakað frá liðunum í topp-trý. Nis vann EHF European Cup, ið tá hevði navnið Challenge Cup, fyri fimtan árum síðani.
Talan verður helst um stóran bita at gloypa hjá H71, ið ikki hevur spælt á so høgum støði sum lið fyrr. Tær eru ímillum sekstan tær bestu í triðsterkastu evropeisku kappingini og skulu í øllum førum royna at sygja fyri, at tá seinni dysturin verður spældur - í Høllini á Hálsi 15. januar - er framvegis veruligur spenningur í.
Ferðalagið við H71-kvinnunum fór úr Føroyum fríggjamorgunin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2022
Fyrrapartin mánadagin verður endaligi hópurin til uppgávurnar móti Luksemborg, Italia og Lettland í høllini á Hálsi, 14. til 16. januar, úttikin. Tvey tey fremstu liðini í bólkinum koma víðari til annað umfar í undankappignini
14. til 16. januar verður stórt hondbóltsvikuskifti í Høllini á Hálsi. Lettland, Luksemborg og Italia vitja í undanumfarinum í undankappingini til HM í manshondbólti.
Tað er ein langur vegur, ið føroyska liðið skal stríða seg fram eftir, til Póllands og Svøríki, har HM-endaspælið verður um eitt ár. Fyrst er neyðugt at enda í topp-tvey í bólkinum, sum verður avgreiddur í Føroyum skjótt - tað er ikki eydnast at koma víðari úr líknandi bólkum í 2018 og 2020.
Síðani er neyðugt við sigri á hægri styrkismettum liði í play-off dystum, um liðið skal koma í ógvuliga truplan undankappingarbólk saman við trimum hægri styrkismettum liðum.
Fyrsta stóra uppgávan hjá Lars Møller og Peter Bredsdorff-Larsen nærkast av álvara (Mynd: HSF)
EM-endaspæl er meira sannlíkt hjá føroyskum manshondbólti, ið hevur sett sær sum mál at røkka einum endaspæli, men hetta innleiðandi umfari er spennandi fyri Føroyar, har realistiskur møguleiki fyri víðari luttøku heilt víst er har í tí, sum helst vera tættir dystir.
Hetta verður eisini fyrsta veruliga uppgávan hjá nýggja venjaratoyminum við Peter Bredsdorff-Larsen á odda. Tað verður mánadagin, at landsliðsvenjarin fer at kunngera, hvørjir leikarar eru úttiknir til uppgávuna.
Ein bruttohópur hevur vant saman nakrar ferðir í seinastuni - júst um talið av leikarum verður 16 ella eitt sindur fleiri er ikki endaliga greitt enn.
Undankappingin til HM 2023 - 1. umfar
Høllin á Hálsi
Fríggjadagin 14. januar
17.00: Lettland - Italia
19.30: Føroyar - Luksemborg
Leygardagin 15. januar
17.00: Luksemborg - Lettland
19.30: Føroyar - Italia
- Hendan seinnapartin spæla kvinnurnar hjá H71 seinnu áttandapartsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini móti serbiska Nis. Dysturin verður í Høllini á Hálsi kl. 14.00
Sunnudagin 16. januar
15.30: Italia - Luksemburt
18.00: Føroyar - Lettland
Orsakað av koronustøðuni og tilmælum er tað heldur óvist, hvussu støðan við áskoðarum verður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2022
Hann tekur við sum hjálparvenjari hjá Levi Nybo, sum er høvuðsvenjari
Hjalti Mohr Jacobsen verður partur av venjaratoyminum hjá fremsta mansliðnum hjá StÍF. Avtala er gjørd við Hjalta um, at hann beinanvegin tekur við sum hjálparvenjari hjá Levi Nybo, sum er høvuðsvenjari. Avtalan er galdandi fyri restina av kappingarárinum.
Hjalti hevur drúgvar royndir sum leikari í bestu deild; og hevur hann hevur fleiri ferðir vunnið FM. Hann spældi í fleiri ár á føroyska A-landsliðnum. Hjalti hevur fleiri royndir sum venjari. Hann er høvuðsvenjari hjá landsliðnum árgangur 04/05, sum skal til EM-endaspæl í Montenegro í summar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2022
Jákup Martin Joensen fær Arnar Dam, Magnus Emil Poulsen, Óla Hendrik av Fløtum og Bjartur B. Thomsen aftur at sær
EB/Streymur hevur nú fingið venjaratoymið klárt til kappingarárið. Høvuðsvenjarin Jákup Martin Joensen fær fýra menn aftur at sær.
Arnar Dam verður hjálparvenjari, Magnus Emil Poulsen málmansvenjari og Óla Hendrik av Fløtum kropsligur venjari. Afturat teimum kemur Bjartur B. Thomsen við sum fysioterapeutur.
EB/Streymur skrivar soljóðandi:
Tá vit kunngjørdu Jákup Martin søgdu vit, at arbeitt varð við toyminum rundan um hópin. Nú kunnu vit so kunngera, at hesir koma at manna toymið í ár:
Málmansvenjari verur Magnus Emil Poulsen, sum kemur til úr HB, har hann hevur verið málmansvenjari hjá Betri liðnum seinastu fýra árini, umframt hjá U17 dreingjalandsliðnum. Annars var Magnus sjálvur málmaður í nógv ár, har hann spældi við B36, B68 og AB. Eitt skifti leikti Magnus eisini fimm dystir við EB/Streymi, tá Gunnar á Steig bleiv skaddur.
Vit hava fingið samstarv í lag við NB Fysioterapi, har Bjartur B. Thomsen kemur at taka sær av hópinum. Í 2021 var Bjartur fysioterapeut hjá HB. Bjartur hevur drúgvar royndir innan styrkivenjing og í stríðsítrótti, har hann hevur kappast bæði í Føroyum og í útlondum. Í 2014 bleiv Bjartur útbúgvin fysioterapeutur á Professions-Højskolen Metropol í Keypmannahavn, og í 2017 fekk hann prógv sum Kandidatur í Ítrótti og Heilsu á Syddansk Universitet.
At hjálpa Jákup Martin á síðulinjuni hava vit fingið okkara væl kenda Arnar Dam, sum eisini hjálpti til í 2021. Arnar hevur fleiri ár leikti við besta liði felagsins og vunnið nógv heiðursmerkir her. Vit meta tað hava stóran týdning, at vit halda fast í okkara lokalu kreftum, sum ynskja at hjálpa felagnum og leikarunum at mennast.
Fysiskur venjari verður Óla Hendrik av Fløtum. Óla Hendrik hevur róð kapp í nógv ár, og til dagligt er hann politist, har hann eisini tekur sær av fysisku upptøkuroyndunum. Harafturat hevur Óla Hendrik verið fysiskur venjari hjá HB frá 2018 til og við 2020, har teir øll árini vunnu annaðhvørt fm ella steypakappingina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2022
Glenn Ståhl gevst sum akademileiðari hjá klaksvíkingum. Fyri hann kemur danin Jonas Nielsen
Jonas Nielsen er nýggjur leiðari fyri akademiið hjá KÍ. Hesum boðar felagið frá á heimasíðuni.
Hann kemur fyri Glenn Ståhl, sum hevur verið leiðari síðani KÍ veruliga fór í holt við at skipa sína ungdómsdeild sum akademi. Sviin hevur valt at gevast orsakað av familjuorsøkum.
Glenn Ståhl (Mynd: Sverri Egholm)
Nýggi leiðarin eitur Jonas Nielsen og er 38 ára gamal og er dani. Hann hevur UEFA A-venjara útbúgving. Jonas hevur seinastu árini havt ábyrgdina av talentmenningini hjá Slagelse, og hevur áður vant nógv ungdómslið fyri ymisk feløg í Danmark. Avtalan er galdandi fyri tvey ár.
Í viðmerking við heimasíðuna hjá KÍ sigur Jonas, at hann gleðir seg at koma til eitt nýtt land og nýggjar avbjóðingar og gleðir seg at innføra síni hugskot fyri at lyfta og menna fótbóltin í Klaksvík.
Les grein í Blaðnum Vikuskifti 30. januar 2021: Skipan og strukturur vera lyklaorðini við Djúpumýru
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2022
Hevur fingið eitt betri tilboð frá svenska felagnum Östersunds FK
07 Vestur má leitað sær eftir nýggjum venjara. Vónirnar vóru annars stórar til komandi kappingarár við svianum Magnus Powell sum venjara.
Magnus Powell kom í Vágar í summar eftir at Heðin Askham legði frá sær, og tað var mett at vera sera væl klárað, at tað eydnaðist honum at vinna felagnum eitt sætta pláss í Betrideildini.
Magnus Powell kom tá frá felagnum Levanger í triðbestu deildini í Noregi. Men í dag boðar 07 Vestur frá, at tey missa henda dugnaliga svenska venjaran.
Felagið skrivar soleiðis í fráboðan í dag:
- Tað var skjótt eyðsæð at Magnus var eitt slag av venjara, vit ongantíð áður hava sæð í felagnum. Hann hevur meir enn nakar flutt felagið nøkur risafet á tí ítróttarliga økinum, eins og hann hevur verið ein hollur stuðul hjá umsitingini í teirra arbeiðið, hesa stuttu tíðina hann var í felagnum.
- Tað sum Magnus leggur eftir seg er ein vitan um hvat krevst at flyta felagið longur framá í føroyskum fótbólti. 07 Vestur leitar nú eftir nýggjum venjara, ið kann taka staffettina upp eftir Magnus.
- Hóast vit eru hørm um, at Magnus fer til annað felag, so taka vit tað sum eitt herðaklapp at Östersunds FK hevur lagt til merkis hvat Magnus Powell og 07 Vestur hava avrikað í 2021.
- 07 Vestur takkar Magnusi fyri tíðina og vilja vit ynskja honum bestu eydnu í Östersunds FK.
Östersunds FK flutti fyri fyrstu ferð upp í bestu deildini í Svøríki, Allsvenskan, í 2015. Har var felagið fram til og við í fjør, har Östersunds endaði á aftasta plássi, og flutti tí niður í næstbestu deildina, Superettan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2022
Tvey ára sáttmáli millum norska felagið Jerv og Sonna Ragnar Nattestad varð kunngjørdur seinnapartin sunnudagin. Sunnukvøldið boðar felagið frá, at sáttmálin varð tikin aftur
Tað var við gleði at norska felagið Jerv seinnapartin sunnudagin kunngjørdi, at Sonni Ragnar Nattestad hevði skrivað undir tvey ára sáttmála við felagið í Grimstad.
Men sunnukvøldið var greitt, at hetta verður av ongum, segði felagið í fráboðan.
- FK Jerv og Sonni Ragnar Nattestad hava í dag gjørt av, at taka sáttmálan aftur. Orsøkin er eitt mál, har spælarin hevur verið íblandaður, og sum vit áttu at vitað um, segði Jerv.
- Málið sum Sonni Ragnar Nattestad var uppi í, er ikki nakað vit sum felag kunnu standa inn fyri ella setast í samband við. Jerv biður um umbering fyri ikki at hava gjørt eitt nóg gott fyrireikingararbeiði, skrivaði felagið.
Jerv spældi seg upp í bestu deildina í Noreg í desember, eftir at liðið vann brotssparkskapping á Brann í upp- og niðurflytingardysti.
27 ára gamli Sonni Ragnar Nattestad hevur seinastu tíðina spælt við írska liðnum Dundalk, men er nú sáttmálaleysur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2022
Hann var lívleysur í fimm minuttir síðsta summar, men nú er ikki nøkur orsøk til ikki at koma á vøllin aftur. Hetta var nakað av tí, sum ein takksamur Christian Eriksen kom inn á í sínari fyrstu samrøðu síðani hendingina. Í løtuni leitar Eriksen eftir felagi
Tað var 12. juni í fjør, at hjartað hjá Christian Eriksen støðgaði mitt undir EM-dystinum í Parkini millum Danmark og Finnland, og øll sum vóru til stðar og milliónirnar av sjónvarpshyggjarunum kring Evropa hildu andanum.
Tíbetur kom lív skjótt í 29-ára gamla fjónbúgvan, og dagin eftir gav hann tummil upp á mynd á Instagram, sitandi í sjúkrasongini á Ríkissjúkrahúsinum, har hann vissaði um, at hann eftir umstøðunum hevði tað gott.
Nú situr Eriksen eftir við nógvum takksemi - móvegis liðfeløgum og læknatoymi, sum vóru so skjótir at hjálpa, og teimum óteljandi, ið "grótu fyri honum" og síðani hava sent boð, blómur og annað - hóast tað als ikki var tað, ið hann ikki ynskti, at fáa blómur fyri eftir summarið. Tað vóru avrikini á vøllinum, ið hann vildi, at fólk skuldi minnast hann fyri summarið 2020 - ikki fyri at hann var deyður í fimm minuttir.
Eriksen við vit, ávegis út av leikvøllinum (Mynd: EPA)
Hetta kemur Christian Eriksen inn á í viðtalu við Danmarks Radio - hetta er fyrstu ferð, at danin hevur tosað beinleiðis við nakran miðil síðani hendingina.
Tað er júst á vøllinum, at hansara framtíð liggur, ger danin púra greitt, tá Andreas Kraul spyr hann um sína ætlan:
- Eg vil spæla fótbólt. Tað er ikki nøkur orsøk til ikki at gera tað. Tað er tí, at eg føli, at tað er tíð uppá at gera eina samrøðu, tí eg veit, hvat eg gjarna vil. Eg vil spæla fótbólt aftur. Tað er ikki hent nakað við mær síðani, sjálvt um hjarta er kannað og sett undir trýst á ymiskan hátt.
Læknarnir hava givið grønt ljós, vísir Eriksen á, ið hevur vant fyri seg sjálvan. Nakrar dagar eftir hjartatilburðin fekk hann kvikil í hjarta, og tað hevði við sær, at hann ikki kundi halda fram í Inter, tí Serie A ikki loyvir leikarum við kvikli at spæla.
Tað gera so at siga allar aðrar deildir, og nú er spurningurin, hvar framtíðin hjá dananum, ið hevur vant fyri seg sjálvan í Odense, Sveis og Milano, liggur. Seinastu dagarnar eru fyrrverandi feløgini Tottenham og Ajax nevnd, og umboðsmaðurin hjá Eriksen hevur sagt við danskar miðlar, at nakrir møguleikar eru í løtuni.
Gamli arbeiðsgevarin Tottenham er nevndur sum ein møguleiki í donskum og bretskum miðlum. Antonio Conte, ið Eriksen spældi undir í Inter, er venjari har (Mynd: EPA)
Eitthvørt felag kann gera sáttmála við 29-ára gamla leikaran, sum við DR sigur, at hann og konan Sabrine hava umhugsað støðuna væl, og nú eingin stórur vandi tykist at vera við at halda fram, er avgerðin heldur ikki so torfør, millum annað tí at hann er "forelskaður í fótbólti". Christian Eriksen slær eisini fast, at hann als ikki er bangin fyri einari endurtøku, hóast hann var heldur varin, tá hann byrjaði at venja aftur.
DR fer í kvøld at vísa ein heimildarfilm um Eriksen, ið er bygdur á millum annað hesa serligu samrøðuna, ið bitar eru komnir fram úr, og sum hava fylt nógv í donskum miðlum. Kanska serliga tí, at gávaði leikarin segði soleiðis:
- Um eg megni at koma aftur á støði er eitt, og um eg verði úttikin er eitt. Men tankin og dreymurin er har: Mítt mál er, at eg skal við til HM í Katar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2022
Flogfelagið hevur í nøkur ár stuðlað landsliðsarbeiðinum hjá flogbóltinum, og nú stórt fet verður tikið við at luttaka í CE-kappingunum, er hendan stuðulsavtalan uppaftur meira umráðandi fyri Flogbóltssambandið
Atlantic Airways og Flogbóltssamband Føroya skrivaðu í vikuna undir sáttmála, sum leingir sponsoravtaluna millum Flogbóltssambandið og flogfelagið.
Atlantic Airways hevur í nøkur ár stuðlað landsliðsarbeiðinum hjá FBF, og nú stórt fet verður tikið við at luttaka í CEV EuroVolley undankappingunum á bæði A- og U-landsliðsstøði, er hendan stuðulsavtalan uppaftur meira umráðandi fyri Flogbóltssambandið.
- CEV kappingarnar eru eitt munandi stig uppeftir fyri flogbóltin í Føroyum, og tí eru vit í FBF sera glað um hetta samstarvið, tí tað er ein fortreyt fyri, at ambitiøsu ætlanirnar fara at bera á mál
Mynd: Flogbóltssambandið
Hetta sigur Peter Holm, formaður í FBF, eftir at hann og Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari í Atlantic Airways, undirskrivaðu avtalu um, at samstarvið heldur fram.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2022
Eru nú nummar 75 av í alt 195 londum og harvið næstan í ovasta triðinginum í heiminum. Yvirlitið er roknað eftir miðalstyrkitalinum hjá tíggju teimum fremstu telvarunum í hvørjum landi. Tann sum er nummar ellivu á føroyska listanum er annars hann við størst framgongdini - 15-ára gamli Luitjen Akselsson Apol
Altjóða talvsamgongan FIDE hevur um nýggjársleitið dagførdi styrkitølini hjá telvarum um allan heim, og greitt er at Føroyar í løtuni eru nummar 75 í røðini av í alt 195 londum og harvið tátta í tann ovasta triðingin av londum, sum eru limir í altjóða Talvsambandinum.
Hesum boðar Talvsambandið frá í tíðindaskrivi.
Yvirlitið er roknað eftir miðalstyrkitalinum hjá tíggju teimum fremstu telvarunum í hvørjum landi. Føroyska talið er 2309.
Ikki óvæntað er Helgi Dam Ziska ovast á føroyska listanum við 2540 stigum. Hann hevði eisini verið frammarliga, um hann verið í hinum norðurlondunum, boðar TSF frá: Helgi hevði sambært styrkistalinum verið í topp-trý í Finnlandi, Íslandi og Svøríki og í topp-sjey bæði í Noreg og Danmark.
Brøðurnir Høgni og Rógvi úr Sandavági koma havnarmanninum á baki - lítlibeiggi hevur nú eina rating, sum er beint omanfyri 2400.
Seks av telvaranum á føroyska talvtindinum, harav tveir telva í Danmark, hava eina rating, sum liggur omanfyri 2300.
15 teir bestu (januar 2022)
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2540
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2401
3. Rógvi Egilstoft, ST 2369
4. IM John Rødgaard, VT/Esbjerg Skakforening 2329
5. IM John Arni Nilssen, Nordsjællands Skakklub 2323
6. Martin Poulsen, HT 2308
7. Flóvin Þór Næs, HT/Faxe Skakklub 2218
8. Ólavur Simonsen, KTF 2210
9. Bogi Ziska, TT 2198
10. Olaf Berg, HT 2193
11. Luitjen Akselsson Apol, HT 2174
12. Eyðun Nolsøe, KTF 2173
13. Hans Kristian Simonsen, KT 2173
14. Carl Eli Samuelsen, HT 2171
15. Jóan Hendrik Andreasen, HT/Brønshøj Skakforening 2168
Áhugavert er, at bert 15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Hoyvík hevur havt størstu framgongdina seinasta árið.
- Hann gjørdi eitt rættiligt hál á landsliðnum, sum vann smálandakappingina á Malta í desember, og er nú tann ellinti á listanum.
Tríggjar fremstu talvtjóðirnar í heiminum eru: 1. Russland (2729) 2. USA og 3. Kina. Hini norðurlondini standa í hesari røð: 17. Noreg 27. Danmark 31. Svøríki 45. Ísland 53. Finnland.
Í Føroyum eru umleið 350 skrásettir telvarar í teimum níggju feløgunum, sum eru við í landskappingini í vetur. Flestu telvarar eru í teimum trimum feløgunum, sum eru fremst í bestu deildini í landskappingini. Sandavágs Talvfelag hevur 66 telvarar á sínum lista, Havnar Telvingarfelag hevur 57 og Klaksvíkar Talvfelag hevur 45 telvarar skrásettar í landskappingini fyri lið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2022
Tað varð gjørt við stórsigri í Klaksvík. Havnin er í løtuni greitt á odda í 1. deild og spælir sunnudagin móti sandavágsmonnum, sum næstu dagarnar av álvara kunnu minka um munin
Tveir av dystunum í fremstu deildini í fjórða umfari í landskappingini í talvi, sum upprunaliga varð útsett vegna koronu, vórðu spældir mikukvøldið.
Oddaliðið hjá Havnini styrkti sína støðu við stórsigri á Klaksvíkar Talvfelag í Klaksvík. Havnarmenn vunnu 3½-½. Klaksvíkingar kendu ivaleyst sviðan av, at moldovski stórmeistarin, Vladimir Hamitevici, ikki var við.
Helgi Dam Ziska vann á fyrsta borði á Ólavi Simonsen. Helgi hevur fult stigatal eftir fyrstu fýra umførini. Olaf Berg vann á øðrum borði á Rana Nolsøe, men á triðja borði endaði javnt millum Carl Eli Samuelsen og Terja Petersen. Og á fjórða borði sigraði hin blaðungi Luitjen Akslesson Apol í talvinum móti Janus Skaale.
Annað lið hjá Havnini í 1. deild vann eisini trygt móti Vestmanna, sum flutti upp í fjør, men sum hevur ilt við at standa seg í kappingini við liðini í ovastu deildini. Her var úrslitið 3-1 til Havnina B.
Triði dysturin í hesum útsetta fjórða umfarinum er millum Sandavág og annað lið hjá Klaksvík. Hann skuldi telvast í Sandavági í gjárkvøldið.
Sunnudagin verður farið í holt við dystirnar í útsetta fimta umfari. Tá verða dystir í øllum deildum. Í 1. deild verður toppdystur millum Havnina og Sandavág. Hann verður á Finsen í Havn. Av tí at fleiri dystir eru í Havn sunnudagin, verður telvað bæði í auluni og sangstovuni, sum nú er felagshøli hjá Havnar Telvingarfelag. Hetta verður gjørt í samsvari við koronatilmælini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. Jan 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald