Leygardagur 29. Jan 2022 | Nr. 5 | Árgangur 3 | Kr. 0,00
SíÐa 10
SíÐa 11
SíÐa 49
SíÐa 38
SíÐa 3
SíÐa 62
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Stórpolitiskar rembingar merkjast í politiska landslagnum, nú uttanlandsnevndin er biðin um at koma við einum tilmæli til landsstýrismannin við uttanríkismálum viðvíkjandi ætlaða radaranum, sum skal setast upp á (helst) Sornfelli.
Síðan norðuratlantiska verjusamgongan Nato fyri skjótt 15 árum síðani valdi at gevast við at hava radarastøð á fjallatindinum, og danska verjan gavst við øllum sínum virksemi á Sornfelli og niðri í Mjørkadali, er hernaðarliga støðan um okkara leiðir broytt nakað.
Við einum forseta í Russlandi, sum alsamt skavar meira vald til sín sjálvs og frá fólkinum, byrja tíðirnar aftur at líkjast teimum, sum vóru undir kalda krígnum.
Og harvið er eisini komin ein tørvur á at hava eftirlit við, hvat gongur fyri seg av hernaðarligum virksemi, serliga í luftini, á føroyskum øki.
Tað er staðfest, at russisk flogfør hava flogið ófráboðað í føroyskum loftrúmi – hava “krenkað” okkara loftrúm, sum tað kallast á donskum hernaðarmáli. Slíkt verður mett at vera álvarsligt í norðuratlantisku verjusamgonguni, tí øll lond, sum ikki eru limir í Nato, eru í hesum høpi at meta sum verandi fíggindar.
Tað undarliga í kjakinum í Føroyum er, at tað er Fólkaflokkurin – flokkurin sum við hond og fót vardi Nato-áhugamálini undir kalda krígnum gjøgnum málgagn sítt, Dagblaðið – sum nú er blivin trygdarpolitiski trupulleikin.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin við ábyrgd av føroysku sjóverjuni, Jakob Vestergaard, sum síðan hann fór aftur í tingið fyri at verja loyalitetin hjá egnum flokki mótvegis lyftunum til Miðflokkin, er trupulleikin.
Eftir makrelósemjuna við ES og harvið fleiri Nato-lond, er Russland – fíggindin í hernaðarhøpi – vorðin okkara vinur. Ein vinur so góður, at landsstýrismaðurin “kundi ikki skitið meira á tað”, um at russisk hernaðarflogfør vitja okkara loftrúm.
Tað er ein sannroynd, at hjá hesum flokkinum telja krónur meira enn politiskar hugsjónir, tí tað er fyrst og fremst vinnan, ið skal verjast. Og nú Russland ikki longur hevur eitt kommunistiskt stýri, er tað ikki so ringt hjá vinnuni at finna sær samsintar samstarvsfelagar handan fyrrverandi jarntjaldið. Tí kemur hesin hugburður kortini ikki so óvart.
Men hetta vísir eisini, at kittið, ið hevur hildið borgarligu samgonguna saman síðan 14. september 2019, er molnað. Lyftið um bert at arbeiða við málum, sum full semja er um í samgonguni, verður ikki longur hildið. Rembingarnar undan jólum tykjast at stinga so djúpt, at samgongan ikki megnar at halda skeiðið út.
Og lættast er sjálvandi at geva leiðaranum skuldina. Løgmaður var so ósmæðin, at hann kallaði hesa ætlaðu installasjónina á Sornfelli fyri ein “friðarradara” tá málið tók seg upp. Vit kunnu skjótt semjast um, at tað var barnsligt og óbúgvið av løgmanni at brúka eitt slíkt heitið til hetta apparatið. Eins óbúgvið, sum tað er av øvugta veinginum í friðarspurninginum, at siga, at radarin ger Føroyar til eitt russiskt bumbumál.
Álvarin í hesum málinum og avleiðingarnar, sum tað kann fáa – ikki bara innanveggja í løgtinginum, men eisini í uttanlandsviðurskiftunum – vísir, at hetta er nógv størri enn, at løgmaður bara so hissini kann finna upp á eitt nýtt orð fyri at kyrra kjakið.
Løgmaður má nú traðka í karakter, sum leiðarin hann eigur at vera. Og syrgja fyri, at radaramálið verður avgreitt uttan at tað verður gjørt til eitt trygdarpolitiskt ella tjóðskaparpolitiskt rumbulsmál. Og sjálvandi skal andstøðan takast við í avgerðina.
Tað er júst í slíkum málum, at tørvur er á dugnaligum leiðarum. Hvør bjóðar seg fram?
Klokkan 21:47 hóskvøldið fór borurin ígjøgnum í Sandoyartunlinum, og sandoyingar fingu fyrstu vatndroparnar úr Kirkjubø
Arbeitt verður av øllum alvi at bora í Sandoyartunlinum, og skjótt verður koyrandi millum Sandoynna og Streymoynna.
Og hóskvøldið fór fyrsti borurin ígjøgnum á 28,5 metrum.
Kristian Stórhamar, arbeiðsformaður hjá NCC, skrivaði á Facebook soleiðis:
- Nú “brast fyri nev” í Sandoyartunnlinum. Kl 21:47 for borurin ígjøgnum á 28,5 metrum. So er fyrsta holið komi undir Skopunarfjørð og sandoyingar hava fingið sínar fyrstu vatndropar úr Kirkjubø.
Sostatt snýr tað seg bara um dagar áðrenn seinasta skotið verður latið. Sandoyartunnilin verður 10,8 kilometrar langur.
Myndir: Kristian Stórhamar:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2022
Í skavispælinum Guldbarren hjá Danske Spil hevur ein føroyskur maður vunnið 60.000 krónur um mánaðin í fimm ár
Ein føroyingur hevur fingið eina sera góða byrjan uppá nýggja árið.
Herfyri vann ein dulnevndur føroyskur maður størsta vinningin í vælumtókta skavispælinum Guldbarren. Hann fær 60.000 krónur um mánaðin næstu fimm árini.
Vinnarin sigur við Danske Spil, at tað var sera tilvildarligt, at hann endaði við at keypa sær ein skava og vinn seðil.
Hann plagar at fara í matvøruhandilin at keypa sær sigarettir, men hendan dagin var stongt, so hann fór í eina kiosk í staðin, og hugsaði hann, at hann akkurát tað sama kundi royna eydnuna við einum skavispæli eisini. Tá hann kom heim og skavaði, trúði hann ikki sínum egnu eygum.
60.000 krónur um mánaðin í fimm ár er 3,6 milliónir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2022
Lív Eidesgaard úr Oyndarfirði prýðir inngongdina á Hospice Sydvestjylland við stórum glasmálningi
Lív Eidesgaard úr Oyndarfirði, sum seinastu árini hevur etablerað seg sum myndlistakvinna í Esbjerg og har umleiðir, er nú eisini farin at royna seg við glaslist.
Herfyri varð eitt stórt glasverk “Lyset i skyggen” avdúkað á Hospice Sydvestjylland.
Verkið, ið er á stødd við eina hurð, er sett upp við indgongdina til hetta heimið fyri doyggjandi sjúklingar.
Lív Eidesgaard hevur gjørt verkið í samstarvi við Per Hebsgaard, ið er ein av dugnaligastu glaslistafólkunum í Danmark.
Lív Eidesgaard flutti til Esbjerg fyri áleið 30 árum síðani. Hon er útbúgvin frisørur, og arbeiðir framvegis á eini salong í Esbjerg, hóast hon eftirhondini hevði kunnað livað av síni list, skrivar Ugeavisen Esbjerg í eini umrøðu av listakvinnuni úr Oyndarfirði og nýggja glaslistaverkinum.
Lív hevur havt fleiri listaframsýningar í Føroyum og eitt nú í Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn.
Við Ugeavisen greiðir Lív frá, at hon fekk áhuga fyri glaslist fyri nøkrum árum síðani, tá hon á einum túri í Fraklandi upplivdi kapellið í býnum Vence, sum hevur sera vakrar glasmálningar, sum Matisse hevur gjørt. Tá setti hon sær fyri, at royna seg við glasi eisini.
Í sambandi við at Per Hebsgaard var í Varde, kom Lív í samband við hann, og síðan hevur samstarvið ment seg.
Á Hospice Sydvestjylland kenna tey til málningarnar hjá Lív Eidesgaard, og heitti á hana um at listprýða inngongdina. Stuðulsfelagið hjá hospicinum savnaði 220.000 krónur til endamálið, so verkætlanin kundi gjøgnumførast.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2022
Í Klaksvík hevur verið koppsett á Norðoya apoteki síðani ársskiftið. Nú verður farið undir tað sama í Eysturoynni
Frameftir verður koppsett fyri koronu á Eysturoyar Apoteki týsdagar og hósdagar.
Hesum boðar Sjúkrahúsverkið frá.
- Koppsetingin fer fram í samstarvi við Klaksvíkar sjúkrahus. Síðani ársskiftið hevur koppsetingin í Klaksvík verið á Norðoya apoteki, og samstarvið við Apoteksverkið hevur riggað væl. Nú verður eisini ein roynd gjørd á Eysturoyar Apotek, sum liggur á Mýravegi 6 í Runavík, sigur korona.fo.
Fólk skulu enn sum áður bóka tíð til koppseting.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2022
Mett verður ikki, at neyðugt er við potistøð eftir nýggju ætlanini hjá Landsstýrinum, halda borgarstjórarnir
Leygardagin 5. februar verður seinasti dagur, at fólk í Vágum kunnu fara til potingarstøðina í Miðvági at vera kannað fyri korona.
Vága og Sørvágs kommunur, sum hava rikið hesa støðina hava tikið avgerð um at gevast. Hetta verður gjørt samsvarandi nýggju ætlanunum hjá landsstýrinum at koma aftur til ein vanligan gerandisdag, har korona ikki fyllir alt.
Hetta boða kommunurnar frá í tíðindaskrivi.
- Sambært ætlanini hjá landsstýrinum, meta borgarstjórarnir, at tað tí ikki longur er grundarlag fyri, at Vága kommuna og Sørvágs kommuna framhaldandi reka kommunalu potingarstøðina í Miðvági. Hendan avgerð er tikin í samráð við serfrøðina, og fylgja vit tí tilmælunum hjá landsstýrinum og hava valt at gevast at pota leygardagin 5. februar, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu í tíðindabrævinum.
Átakið hjá kommununum í Vágum hevur verið sera væl móttikið millum borgarar í Vágum, tí tað hevur lætt munandi um gerandisdagin, ikki at skula fara av oynni seint á kvøldi, ofta við børnum, fyri at lata seg pota í Havn ella aðrastaðni í landinum.
Vilja hjálpa til við triðja priki
Síðan kommunurnar sjálvar tóku stig til at bjóða borgarum í Vágum hesa tænastu, eru uml. 12.000 potingar gjørdar í Miðvági. Hetta átakið var møguligt og hevur gingið sera væl, takkað verið teimum sera dugnaligu starvsfólkunum sum vórðu sett til uppgávuna, og tað eiga tey stóra tøkk fyri, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.
Eisini hava vágafólk tikið væl undir við koppsetingartilmælinum hjá landsstýrinum. Sambært hagtølunum á korona.fo, so hava 91 prosent av vágafólki, 12 ár og eldri, lagt arm til fyrsta prikið og 89 prosent fingið annað prik. Tó sær út til at talið av teimum sum hava tikið av at fáa triðja prikið stendur í stað ella veksur seint, hóast krøvini til nær triðja prik kann gevast eru linkað.
- Eins og vit gjørdu í august 2021, so hava kommunurnar bjóða seg fram at hjálpa landsstýrinum at fáa koppsett allar teir borgararnar í Vágum, sum ynskja at verða koppsettir, og eftir tølunum frá 1. og 2. priki at døma, so eru tey nógv sum aftur eru klár at leggja arm til. Sørvágs kommuna og Vága kommuna eru klárar aftur at hjálpa myndugleikunum, og vónar borgarstjórin at frætta frá landsmyndugleikunum sum skjótast, stendur í tíðindaskrivinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2022
– Sum støðan er í dag, eru tað nógv børn og familjur sum eru rakt av koronafarsóttini og sita í sóttarhaldi. Í longdini er hetta ikki ein haldbar støða fyri sálarheilsuna, tí børn hava tørv á frískari luft, rørslu og sosialari samveru við onnur børn, sigur Vága kommuna
Í farnu viku boðaði Klaksvíkar kommuna frá, at koronuraktar familjur vóru vælkomnar at nýta spæliplássið í Kráargøtu, so familjurnar framvegis kundu røra seg og fáa fríska luft, og nú boðar Vága kommuna frá einum líknandi tilboði í Vatnsoyrum.
Tað verður uttanduraspæliplássið hjá Zarepta, sum verður tøkt komandi vikurnar.
Á heimasíðuni hjá Vága kommunu, stendur:
– Sum støðan er í dag, eru tað nógv børn og familjur sum eru rakt av koronafarsóttini og sita í sóttarhaldi. Í longdini er hetta ikki ein haldbar støða fyri sálarheilsuna, tí børn hava tørv á frískari luft, rørslu og sosialari samveru við onnur børn.
– Eftir gott prei frá borgara, hevur Vága kommuna, við góðari vælvild frá og í samstarv við Zarepta, gjørt av at uttandurað spæliplássið hjá Zarpeta í Vatnsoyrum næstu tvær vikurnar eru settar av til tey børn sum sita heima vegna korona.
– Í Vatnsoyrum eru eisini stórar víddir, nógvar áir og vøkur náttúra, at spæla og ganga túrar í.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2022
Mánadagin og týsdagin vórðu samanlagt beint undir 8.000 kanningar gjørdar. Harvið hevur tað kostað landskassanum væl omanfyri eina millión hesa vikuna. Tilmælið um PCR-kanningar verður broytt 1. februar
Um ein mánaða fara øll koronutilmæli úr gildi í Føroyum. Spurningurin er so hvussu verður við kanningum fyri koronu - um hesar til dømis verða lagdar inn til kommunulæknar.
Tað er í øllum førum greitt, at tað ikki kann haldast fram við núverandi leisti leingi afturat. Føroyingar lata seg dúgliga kanna við PCR-kanning, og bara teir báðar fyrstu dagarnar hesa vikuna - mánadagin og týsdagin - vórðu 7.940 slíkar kanningar gjørdar.
Sjúkrahúsverkið hevur upplýst, at hvør kanning, sum verður gjørd á teirra kanningarstøðum, kostar umleið 200 krónur. Harvið hevði tað kostað landskassanum beint undir 1,6 milliónir, um allar hesar kanningarnar vórðu gjørdar á Sjúkrahúsverkinum. Nakrar eru tó gjørdar við landamarkið og hjá privatu kanningarstovuni Thetis, og hesar hava fólk sjálvi rindað fyri.
Tó kann tað sigast við ógvuliga stórum sannlíkindi, at tað hevur kostað Sjúkrahúsverkinum, og harvið landskassanum, nakað yvir eina millión at kanna fólk fyri koronu, ið ikki longur verður roknað sum "hóttandi sjúka", uppá bara tveir dagar. Játtin fyri koronuhandfaring fyrsta ársfjórðing í 2022 er uppi um ikki so langa tíð.
Sambært tilmælunum, ið mynduleikarnir kunngjørdu síðsta fríggjadag, skulu PCR kanningar frá 1. februar bert nýtast til fólk við sjúkueyðkenni, tøttu kontaktirnar hjá teimum, sum er smittað - tað vil siga húski og fólk sum hava fingið positiva skundkanning.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2022
Føroysku gistingarhúsini seldu 173.913 gistinætur í 2021
Hóast vit framvegis eru í eini farsótt, sum hevur rakt ferðafólkavinnuna rættiliga meint, so høvdu føroysku gistingarhúsini fleiri gistingar í fjør enn nakrantíð fyrr.
Hagstovan hevur lagt nýggjastu ferðafólkahagtølini á heimasíðuna, sum vísa samlaðu uppgerðina fyri árið í fjør, og hesi vísa, at í fjør høvdu føroysku gistingarhúsini 173.913 gistinætur.
Hetta er næstan 5.000 fleiri gistingar enn í 2019, sum var metárið fyri gistingar í Føroyum.
Hagtølini mánað fyri mánað vísa, at fyrra hálvár í 2021 var nakað slakari enn í 2019, men í seinna hálvárið hava verið fleiri gistingar enn í 2019. Í juli høvdu føroysku gistingarhúsini oman fyri 31.000 persónsgistinætur.
Havast skal í huga, at hotellkapasiteturin nú er væl størri enn hann var í 2019. Tvey stór hotell eru komin afturat í høvuðsstaðnum, umframt útbyggingar.
Hetta sæst aftur á nýtslustiginum – tað ið plagdi at vera kallað belegningsprosentið. Hóast tað vóru 31.268 gistingar á føroysku hotellunum í fjør, so var tó ‘bert’ talan um 76,5 prosent av kapasitetinum.
Tá tað í juli 2019 vóru 24.976 gistingar, var talan um 90,4 prosent av øllum seingjarplássunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2022
- Vit eru stolt av hesum framkomna verksmiðjutrolaranum. Vit eru spent at sleppa í gongd í summar, sigur Anfinn Olsen. Hann og onnur frá reiðarínum vóru í Noregi í vikuni og tóku ímóti skrokkinum av nýggja Akrabergi, sum verður liðugur í summar
Tað var um middagsleitið týsdagin, at skrokkurin hjá nýggja stoltleikanum í Fuglafirði, kom á Brattvåg, nærhendis Ålesund.
Á skipasmiðjuni hjá Vard í Brattvåg skal skipið gerast liðugt, og handast reiðarínum Framherja í summar.
Talan er um fyrsta nýbygningin, sum Framherji letur byggja í søgu felagsins, sum gongur aftur til 1994.
- Hetta er ein stór løta, tað er einki at ivast í. Vit eru sera stolt av hesum framkomna verksmiðjutrolaranum, sum vit kunnu yvirtaka í summar og spent at sleppa í gongd, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
Seinastu dagarnar hava umboð fyri reiðaríið verið í Norra og fyrireikað at taka ímóti skrokkinum, sum er tann fimti í røðini av átta, sum verða bygdir hjá Vard Shipyard í Brattvåg.
Tó verður Akraberg tann størsti í hesari røðini. Hetta tí at Framherji valdi at gera hann 3,6 metar longri enn hinar. Samlaða longdin eitur 84 metrar í longd, og 16,7 metrar í breidd. Kostnaðurin verður 375 milliónir krónur.
- Størti munurin á hesum Akraberg og núverandi er, at hesin kann frysta nakað meira um samdøgrið. Tann, sum vit hava nú, kann frysta umleið 80 tons um samdøgrið, og hesin fer at klára at frysta yvir 100 tons um samdøgrið. Eisini eru súrløgutangarnir nakað størri, og tí verður nú møguligt at taka alt við til lands, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
Nýggi Akraberg fer eisini at kunna fiska við trimum trolum tá ið skipið fer á rækjuveiðu í mun til tvey trol, sum núverandi Akraberg ger.
Umframt hetta, fer skipið at hava eina battarískipan umborð, sum ger at skipið larmar munandi minni tá ið tað liggur við kai enn núverandi Akraberg ger.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2022
Danski stórreiðarin Henning Kjeldsen í Skagen hevur selt meginpartin av sínum virksemi
- Seinastu árini hava familjan og eg upplivað eina jagstran eftir mær sum persóni, og tað hevur gjørt meg troyttan. Tí hava vit tikið avgerð um at selja størsta partin av okkara virksemi, sigur Henning Kjeldsen.
Hann leggur serliga eftir tveimum donskum ráðharrum, sum hann tó ikki nevnir við navni, og eftir Dansk Folkeparti.
Sølan inniheldur eitt nú tann stóra og framkomna nýbygningin, sum Gitte Henning letur byggja í Spania. Hesin nýbygningurin er eisini kendur fyri at vera sera umhvørvisvinarligur.
Í endanum av 2021 seldi Henning Kjeldsen uppsjóvarskipið Gitte til Grønlands, men av tí at nýbygningurin bleiv seinkaður nakað, keypti Henning skotska uppsjóvarskipið Artemis, sum síðan skuldi fiska kvoturnar til nýggja skipið skuldi koma í danska flotan.
Talan er seks reiðarí, sum hava keypt uppsjóvarkvoturnar hjá danska stór reiðaranum.
Júst hvat virksemið er selt fyri vita vit ikki, men tað sigst, at talan er í millum 2,6 og 2,8 milliardir krónur.
Henning Kjeldsen hevur nú tveir trolbátar eftir umframt at hann letur ein annan trolbát byggja, sum hann eisini skal hava eftir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2022
Úrslitið er eina lítla millión betri enn árið frammanundan
Pf. Looknorth í Klaksvík er ein fyritøka, sum hevur ment seg nógv síðani felagið í 2000 var sett á stovn. Frá byrjan vóru bert sonevndir styropor kassar framleiddir til fiskivinnuna og alivinnuna. Eitt, sum hevur eyðkent Looknorth er, at virkið hevur lagt stóran dent á alsamt at menna nýggjar vørur til føroyska marknaðinum.
Eisini er virkið útbygt fyri nøkrum árum síðani. Hetta hevur samanlagt merkt, at Looknorth í dag, umframt at framleiða nógvar ymiskar vørur til alivinnuna og fiskivinnuna, harumframt eisini framleiðir vørur til føroysku byggivinnuna.
Tá hugt verður eftir roknskapinum hjá Pf. Looknorth fyri 2020/21, sum endaði 30. september 2021, síggja vit, at talan aftur hevur verið um ein góðan roknskap, sum var lagdur fram fyri aðalfundin.
Bruttovinningurin øktist úr 14,4 milliónum krrónum í 2019/20 til 14,8 milliónir krónur í 2020/21. Hetta gav ein vøkstur á 3 prosent.
Úrslitið áðrenn avskrivingar, var 8,1 milliónir í 2020/21, samanborið við 8,0 milliónir krónur í 2019/20.
Avskrivingar hjá felagnum eru tó minkaðar úr 3,3 í 2019/20 til 2,5 milliónir krónur í 2020/21. Hetta er eitt fall í avskrivingunum á umleið 800.000 krónur.
Ársúrslitið eftir skatt í 2020/21 gjørdist 4,4 milliónir krónur, sammett við 3,6 milliónir í 2019/20. Vøksturin í úrslitinum var 21 prosent, og stavar í størsta mun frá minkaðu avskrivingunum í 2020/21 á 800.000 krónur.
Sambært roknskapinum eru 970.000 krónur settar av til vinningsbýti til eigararnar.
((Mynd: Looknorth)
Fíggjarjavnin hjá Looknorth hevur verið støðugur í 2020/21 samanborið við undanfarna ár. Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 31,7 milliónir krónur í 2020/21.
Støðisogn í alt er fallin úr 22,2 milliónum í 2019/20 til 20,8 milliónir krónur í 2020/21. Hinvegin er ogn í umferð økt tilsvarandi úr 9,5 milliónum í 2019/20 til 10,9 milliónir krónur í 2020/21. Serliga sæst at vørugoymsla er økt við 1 millión krónum og áogn er økt við 2,7 milliónum krónur. Hinvegin er tøki peningurin minkaður 2,3 milliónir krónur.
Eginpeningurin hjá Looknorth er øktur úr 23,8 milliónum í 2019/20 til 27,2 milliónir krónur í 2020/21. Samlaða skuldin hjá felagnum er minkað úr 6,7 milliónum krónum í 2019/20 til 3,2 milliónir krónur í 2020/21. Felagið hevur onga langfreistaða skuld í 2020/21.
Pf. Looknorth er í dag væl fyri fíggjarliga. Trygdarevnið, sum er eginogn í mun til samlaðu skyldur, var heili 86 prosent í 2020/21 sammett við 75 prosent árið fyri.
Gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stutfreistaða skuld, var í 2020/21 heili 337 prosent.
Talan er tí um eina vælrikna og fíggjarliga sterka fyritøku, við góðum rakstrarúrsliti, stórum eginpeningi og rímuliga góðum gjaldføri.
Tað var Árni Skaale, sum saman við øðrum stovnaði felagið í 2000, sum hann í dag eigur saman við øðrum partaeigarum. Árni hevur verið stjóri í Looknorth inntil í januar 2022, tá hann fór frá, eftir at hann gjørdist landsstýrismaður við fiskivinnumálum.
Ragnar O. Sundstein er í dag stjóri í Looknorth. Nevndarformaður er Djóni Joensen.
Sambært heimasíðuni hjá Looknorth starvast 19 fólk hjá fyritøkuni.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá Ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2022
Í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Evropa – knappliga 32.000 av teimum 38.200 fólkunum millum 15 og 74 ár eru virkin á arbeiðsmarknaðinum
Í Føroyum eru knappliga 32.000 av teimum 38.200 fólkunum í aldursbólkinum 15 til 74 ár í arbeiðsfjøldini, og vinnutíttleikin roknaður fyri bæði kyn er 83,6 prosent.
Hjá monnum er vinnutíttleikin 85 prosent, og hjá kvinnum 82 prosent.
Sambært Hagstovuni er arbeiðsfjøldin vaksin við stívliga 2.000 fólkum seinastu fimm árini – 1.200 mannfólkum og 800 konufólkum.
Í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Evropa. Undanfarin ár hevur verið tætt millum Føroyar og Ísland, men munurin er nú øktur munandi – bæði hjá monnum og kvinnum. Serliga hjá kvinnum er stórur munur. Í mun til tey 82 prosentini hjá føroyskum kvinnum er vinnutíttleikin hjá íslendskum kvinnum 75 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2022
Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, granskari, hevur saman við øðrum givið út vísindaliga grein í tíðarritinum Fisheries Research. Í greinini verður arvafrøðilig greining av sildastovnum rundan um Føroyar lýst
Endamálið við granskingini var at finna arvaligan mun millum fýra sildastovnar, ið ávikavist gýta í føroyskum (føroysk heystgýtandi sild), íslendskum (íslendsk summargýtandi sild), norskum (norðhavssild) og hetlendskum (norðsjóvarsild) sjógvi. Úrslitini vístu, at allir hesir stovnar eru arvafrøðiligar eindir (populatiónir), men tann føroyski og tann íslendski stovnurin líkjast sera nógv hvør øðrum, meðan teir eru arvaliga ólíkir hinum báðum stovnunum.
Eitt úrval av arvafrøðiligum frábrigdum, kallað fyri eitt ‘SNP panel’, varð brúkt til at áseta, hvørjum stovni ein sild kemur úr. Hetta panelið varð síðani roynt á sild, og kundi neyvt áseta, um sildin var norðhavssild ella norðsjóvarsild, men tað var truplari at síggja mun á føroysku og íslendsku sildini. Tá vit løgdu íslendsku og føroysku sildina í sama bólk, kundu vit við 89% neyvleika áseta, hvørjum av teimum trimum bólkunum (norðhavssild, norðsjóvarsild ella føroysk/íslendsk sild) ein sild var úr. Hesi úrslitini vænta vit við tíðini kunnu nýtast í stovnsumsiting av sild og skipan av burðardyggum sildafiskiskapi við Føroyar.
Viðhøvundar í greinini eru Svein-Ole Mikalsen (Fróðskaparsetur Føroya), Eydna í Homrum (Havstovan), Jan Arge Jacobsen (Havstovan), Thomas Als (Aarhus Universitet), Hannes Gislason (Fróðskaparsetur Føroya), Paul Flicek (EMBL-EBI), Einar Nielsen (DTU-Aqua) og Hans Atli Dahl (Amplexa Genetics).
Arbeiðið, ið er lýst í greinini, er partur av ph.d-verkætlanini hjá Sunnvør, sum hon vardi í mai 2020. Í hesi verkætlan hevur hon hugt nærri at lívfrøðini hjá sild við at brúka arvafrøðilig háttaløg. Henda verkætlan hevur verið við til at skapa grundarlag fyri slíkari gransking í Føroyum.
Stuðlað verkætlanini hava Granskingarráðið, Fiskivinnuroyndir, Statoil Føroyar, Felagið Nótaskip og Innovationsfonden.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2022
Tey heilt ungu og tey eldru eru nógv meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni. Serliga føroysku kvinnurnar skilja seg burturúr
Vinnutíttleikin er serstakliga stórur í Føroyum samanborið við onnur lond. Vinnutíttleikin í Føroyum er 83,6 prosent og er hægstur í Evropa, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Um hugt verður nærri vinnutíttleikanum í Føroyum sæst, at longu um 15-19 ára aldur er vinnutíttleikin bæði hjá mannfólki og konufólki um 70 prosent. Í Íslandi er vinnutíttleikin hjá hesum aldursbólkinum 60 prosent, meðan í Danmark er hann knappliga 50 prosent og um 20 prosent í ES sum heild.
Nærum eins stórur er munurin millum tey eldru. Fyri tey 65-69 ára gomlu eru Føroyar í serstøðu við einum vinnutíttleika á stívliga 70 prosent hjá mannfólki og eini 60 prosent hjá konufólki.
Sama er við teim elstu 70-74 ára gomlu, har vinnutíttleikin hjá báðum kynum í Føroyum er um 30 prosent, samanborið við 5-15 prosent aðrastaðni.
Vinnutíttleikin telur partin av fólkinum millum 15-74 ár, sum kann veita arbeiðsmegi.
Vinnutíttleikin hjá føroysku monnunum er á næstan sama stigi sum í øðrum londum frá 25 ára aldri til langt upp í 50-ini. Munurin gerst tó serliga sjónskur í teimum heilt ungu og teim eldru aldursbólkunum.
Føroysku konufólkini skilja seg burturúr. Frá ungum árum og fram til eldru árini eru oman fyri hini londini í vinnutíttleika. Tað er einans í aldrinum 25-29 ár, at íslendsku konufólkini eru lutfalsliga eitt sindur fleiri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2022
Løgtingið hevur einmælt samtykt at lógin um dagpening vegna sjúku í sambandi við covid-19 skal halda fram til og við 15. februar. Lógin var annars sett at fara úr gildi 1. februar
Løgtingið hevur einmælt samtykt, at løgtingslógin um dagpening vegna sjúku í sambandi við covid-19 skal halda fram til og við 15. februar. Lógin, sum hevur virkað í útvið tvey ár, var annars sett at fara úr gildi 1. februar 2022, men Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður við almannamálum, legði fyrr í vikuni eitt uppskot fyri Løgtingið, um at leingja gildistíðina til 15. februar 2022.
Lóggávan er nú í samsvar við ætlanirnar hjá landsstýrinum, at Føroya fólk kann koma aftur til ein vanligan gerandisdag.
Tann 15. februar verða tilmælini um sóttarhald broytt soleiðis, at bert tey, sum eru smittað, skulu í sóttarhald. Samstundis fara serligu covid-19 ásetingarnar í dagpengalógini úr gildi. Tey, sum aftaná 15. februar verða smittað við covid-19, verða tá fevnd av vanligum reglum um dagpening ella løn undir sjúku.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2022
Próvhandan var á Heilsuskúla Føroya hósdagin
Hósdagin fingu 16 heilsurøktarar, allar kvinnur, prógv á heilsuskúlanum í Suðuroy, Heilsuskúla Føroya.
Útbúgvingin tekur 22 mánaðar, og skift verður millum skúlagongd í Suðuroy og starvsvenjing kring landið. Arbeitt verður á sjúkrahúsi, í eldraøkinum og á øðrum heilsufakligum stovnum.
Aftast frá vinstru:
Durita Debes Holm, Vágur, Marta S. Dam, Vágur, Jacoba Torgunn Winther, Tórshavn, Sylvia Klakstein, Tvøroyri, Heidi Kilgour, Vágur, Vinny M. Jacobsen, Vágur og Harriet Jacobsen, Klaksvík.
Fremst frá vinstru:
Katla Henriksen, Sørvágur, Britt Hovgaard, Tvøroyri, Guðrun í Válgaravík, Vestmanna, Vár Hansen, Trongisvágur og Birita Ellingsgaard, Sørvágur
Hesir fýra heilsurøktarar mangla á myndini:
Jenny G. Hansen, Skálabotnur, Karolina Danielsen, Streymnes, Ella Leivsgarð, Tórshavn og Leila Dam, Oyndarfjørður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2022
Endamálið er at betra umstøðurnar hjá smærru vinnurekandi og samstundis verja rættin hjá starvsfólkum til lønir undir sjúku
Javnaðarflokkurin hevur lagt fram uppskot til samtyktar um at gera eina afturberingarskipan til smáar fyritøkur, sum hava starvsfólk í starvi, sum ikki eru fevnd av dagpeningaskipanini. Hetta fyri at betra umstøðurnar hjá smærri vinnurekandi og samstundis verja rættin hjá starvsfólkunum til løn undir sjúku.
Smáar fyritøkur eru í vanda fyri at fara av knóranum, verður starvsfólk rakt av sjúku. Hetta eru tær fyritøkur, sum hava starvsfólk, sum eru at rokna sum starvsmenn, tí starvsmenn hava rætt til løn undir sjúku. Starvsmenn eru til dømis tey, sum arbeiða í handli, á skrivstovu ella á vørugoymsluavgreiðslu. Henda rættin hava tey gjøgnum starvsmannalógina.
Aðrar smáar fyritøkur, sum hava fólk í starvi, sum ikki eru at rokna sum starvsmenn, rinda fyrsta og næsta sjúkradag hjá starvsfólkum sínum, og síðani verða starvsfólkini fevnd av dagpeningaskipanini hjá Almannaverkinum. Tí er stórur munur á, hvussu stórar fíggjarligar avleiðingar standast av, at eitt starvsfólk verður rakt av sjúku.
- Í Javnaðarflokkinum viðurkenna vit trupulleikan við, at smærri fyritøkur kunna verða fyri fíggjarligum smeiti, verður starvsfólk rakt av sjúku. Men vit vilja undir ongum umstøðum taka rættindini frá starvsmonnum til løn undir sjúku. Tí skjóta vit upp, at landið ger eina afturberingarskipan til smáar fyritøkur, sum hava starvsmenn í starvi, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Javnaðarflokkurin vísir í viðmerkingunum á, at ein slík afturberingarskipan kundi blivið skipað nakað sum afturberingarskipanin, sum er galdandi í sambandi við starvsfólk, sum fara í barnsburðarfarloyvi.
- Hvørki arbeiðsgevari ella arbeiðstakari eigur at stúra fyri, at sjúka brádliga rakar og tekur grundarlagið undan virkseminum. Tí vóni eg, at samgongan tekur undir við uppskotinum, so vit skjótast møguligt fáa eina afturberingarskipan til smáu fyritøkurnar, sigur Bjarni Hammer, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin og formaður í vinnunevndini.
Javnaðarflokkurin mælir í uppskotinum til, at landsstýrismaðurin ger nærri ásetingar um, nær talan er um smærri vinnurekandi t.d. við støði í tali av starvsfólkum og/ella umsetningi í felagnum.
Uppskotið bleiv eisini lagt fram í 2020, men fall.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2022
Heimablídni er eitt týdningarmikið tilboð í ferðavinnuni, tá ið tað verður brúkt sambært reglugerðini. Tað kemur tíverri fyri, at Heimablídni verður misbrúkt
Nú tað hevur vundið upp á seg, at alt fleiri selja mat heimanífrá, tað verið seg køkur, pitsur, matveiting til tiltøk og annað, minnir Ferðavinnufelagið á, at matvøruvirksemi í allarflestu førum krevur loyvi.
Undantikið kravinum um løggilding er hissini søla – søla, sum bara fer fram fáar ferðir um árið – og heimablídni, matur ið er veittur í privatum húsarhaldum.
Ferðavinnufelagið sigur, at Heimablídni er eitt týdningarmikið tilboð í ferðavinnuni, tá ið tað verður brúkt sambært reglugerðini. Tað kemur tíverri fyri, at Heimablídni verður misbrúkt, og at talan kann vera um ólógligt virksemi, sigur felagið sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
– Fyri at verja tað gódkenda/løggilda virksemið er tað neyðugt at boða frá hesum virksemi, sum ikki virðir ásettu treytir og reglugerðir. Matstovuvinnan er hart rakt av korona og stríðist fyri at yvirliva, tí er tað umráðandi at henda vinnan ikki eisini skal kappast við ólógligt heimablídni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2022
Hann avloysir Jónsvein Lamhauge sum havnameistari í Tórshavnar havn
Andrias Vang er settur í starv sum havnameistari í Tórshavnar havn. Hann avloysir Jónsvein Lamhauge og byrjar í starvinum tann 1. mars 2022.
Andrias Vang er 51 ára gamal, fyrst útbúgvin snikkari og síðan skipsførari hjá A.P. Møller. Hann hevur starvast sum offiserur hjá Maersk í sjey ár. Hann starvaðist eisini í 10 ár hjá Maersk Broker Agency, fyrst sum skipsmeklari og síðan sum leiðari.
Í 2014 fór hann til Siemens Gamesa, har hann er deildarleiðari og arbeiðir við at seta havvindmyllur upp. Andrias Vang er ættaður úr Kaldbak.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2022
Unn Sørinardóttir Perdomo skiftir Tórshavnar kommunu út við Eysturkommunu
Fíggjarnevndin í Eysturkommunu hevur tikið avgerð um at seta Unn Sørinardóttir Perdomo í starvið sum tekniskur leiðari í Eysturkommunu.
Unn Sørinardóttir Perdomo er 51 ára gomul og er útbúgvin byggifrøðingur. Umframt hetta hevur hon eisini tikið viðkomandi akademiútbúgving og skeið.
Unn Sørinardóttir Perdomo hevur leiðsluroyndir sum deildarleiðari í Húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu, og hevur eisini drúgvar royndir sum projekterandi byggifrøðingur í fleiri ár.
Unn Sørinardóttir Perdomo byrjar í starvinum sum tekniskur leiðari tann 1. mars.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2022
Jónvør Christiansen er sjúkrarøktarfrøðingur og master í geriatriskari sjúkrarøkt – hon byrjar í starvinum 1. apríl
Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur og master í geriatriskari sjúkrarøkt, er sett sum dygdarmennari í Nánd – heimatænastuna í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.
Jónvør er ættað úr Leirvík og býr í Havn. Hon hevur starvast á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu í fleiri ár, harímillum sum dygdarmennari, og seinastu árini hevur hon starvast sum aðalskrivari hjá Megd.
Jónvør byrjar í starvinum 1. apríl, og kemur hon saman við hinum starvsfólkunum í Nánd m.a. at menna tænasturnar, gera kunnandi tilfar, dagføra og íverkseta mannagongdir og menningarætlanir, og at tryggja, at fakligir standardir, leiðreglur og lógir verða fylgdar, skriva kommunurnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2022
Lív hevur royndir frá ymiskum verkætlanararbeiði, hevur seinastu tíðina starvast á Føroya Fólkaháskúla og byrjar í starvinum í Runavík 1. februar
Visit Runavík hevur sett samskipara. Hesum boða felagið og Runavíkar kommuna frá í vikuni.
Talan er um 34-ára gomu Lív Reynheim úr Tórshavn.
- Lív hevur fjølbroyttar royndir frá ymiskum verkætlanararbeiði, bæði sum verkætlanarleiðari og samskipari. Hon hevur eisini royndir sum skrivstovu – og miðlafólk.
Seinastu tíðina hevur Lív starvast á Føroya Fólkaháskúla. Hon byrjar í nýggja starvinum 1. februar. 19 umsóknir vóru til hettaa starvið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2022
Hevur áður røkt starvið sum farloyvisstarv
Nýggjur leiðari er settur til barnagarðin á Sandi. Talan er um Anitu Jensen, ið frammanundan hevur røkt starvið sum leiðari, eftir at leiðarin fór í farloyvi.
Hetta skrivar Sands kommuna á heimasíðu sínari.
Tað var eitt einmælt bygdaráðsum setti Anitu Jensen í starvið, skrivar sandur.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2022
Hevur serliga kannað djóra- og plantuæti í sambandi við útbreiðslu í ávísum firðum í Føroyum
Eirikur Danielsen, lívfrøðingur á vistfrøðideildini hjá Pf. Fiskaaling, hevur tikið serligt prógv frá Intergovernmental Oceanographic Commission (IOC), sum er ein stovnur undir Unesco.
Sum lívfrøðingur á Fiskaaling hevur Eirikur leingi arbeitt við mikroskopering. Hann hevur serliga kannað djóra- og plantuæti, í sambandi við útbreiðslu í ávísum firðum í Føroyum. Í fyrstuni snúðu kanningarnar seg serliga um útbreiðslu av lús, men nú eru onnur sløg av djóraæti eisini við, umframt plantuæti.
Eitt, sum er serliga áhugavert, er at kanna og fylgja við teimum algusløgunum, ið kunnu framleiða eiturevni.
Í hesum sambandi hevur Eirikur Danielsen tikið eitt serligt skeið, sum hevur givið honum nýggja og holla vitan um algur í sjónum.
- Eg telji hvussu nógv av hvørjum slagi, vit fáa inn í prøvunum, tí um tað kemur upp um eitt ávíst markvirði, so kann vera vandamikið, t.d. um man fer at ala krækling, men eisini fyri at ala fisk, sigur Eirikur Danielsen, lívfrøðingur.
Eirikur hevur tikið skeiðið um netið hjá lívfrøðideildini á Københavns Universitet. Fulla heitið er IOC E-learning Course on Harmful Algal Blooms, sum the UNESCO/IOC Project Office for IODE fyriskipaði.
Tíðindaskriv frá Fiskaaling
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2022
Ófriður hevur leingi valdað á markinum millum Armenia og Aserbadjan, og í umstrídda Nagorno-Karabakh, ið eisini er eitt av fátækastu økjum har um leiðir
Landsstýrið hevur latið 500.000 krónur. í neyðhjálp til neyðstødd í Armenia og Nagorno-Karabakh økinum gjøgnum felagsskapin Mission10forty. Tað skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið í tíðindaskrivi.
Endamálið við neyðhjálpini frá landsstýrinum er at veita vetrarhjálp (klæðir, hitaovnar o.l, bjálving, hurðar, vindeygu, bøta taklekar o.l.) til familjur, sum hava størstan tørv á hjálp. Harumframt fer partur av neyðhjálpini til at byggja eitt hús at hýsa familjum, ið eru vorðnar heimleysar orsakað av stríðnum.
Ófriður hevur leingi valdað á markinum millum Armenia og Aserbadjan, og í umstrídda Nagorno-Karabakh. Nagorno-Karabakh er eisini eitt av fátækastu økjum har um leiðir og vandi er fyri, at fleiri ikki klára at hóra undan, nú veturin herjar.
Orsakað av stríðnum í Nagorno-Karabakh eru nógv vorðin heimleys og børn foreldraleys. Tørvurin á hjálp er tí stórur og serliga hjá børnum og ungum. Vegna stríðið eru flestu hjálparfelagsskapir farnir úr økinum, og í løtuni virka bara tveir hjálparfelagsskapir har, har Mission10forty er sjálvur annar, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið.
Mission10forty er danskur hjálparfelagsskapur, sum hevur røtur í hjálparfelagsskapinum MissionØst, sum m.a. hevur virkað í Armenia í 30 ár. Felagsskapurin hevur tí drúgvar royndir í økinum og samstarvar við lokalar felagsskapir og myndugleikar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2022
Ebbi Ásgerisson, sum rekur Hopp Tórshavn, hevur fingið viðhald í Landsrættinum
Síðst í juli mánað í fjør legði løgreglan hald á øll 50 el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn. Grundgevingin var, at tey eru at rokna sum pocketbikes – lítlar breytmotorsúkklur – sum eru ólógligar í Føroyum.
Ebbi Ásgeirsson, sum rekur Hopp Tórshavn, hevur allatíðina tvíhildið um, at hann einki ólógligt hevði gjørt, og at løgreglan av órøttum hevði lagt hald á el-rennihjólini. Heldur enn breytmotorsúkklur, áttu el-rennihjólini at verða mett meira sum el-súkklur, ið eisini eru góðar grønar loysnir.
Sambært Dimmalætting, hevur Landsrætturin nú givið honum viðhald.
Tá málið var fyri í Føroya rætti í fjør vóru tað løgreglan og Akstovan, sum fingu viðhald, men nú hevur Landsrætturin staðfest nakað annað.
- Hetta er ein stórur dagur. Ikki bara fyri meg, men so sanniliga eisini fyri Hopp í Tórshavn og fyri grøna ferðavinnu í Føroyum, sigur Ebbi Ásgeirsson við Dimmalætting.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2022
Ein maður fyrst í 30-unum er dømdur fyri í fjørsummar at hava valdstikið eina kvinnu, sum eisini er fyrst í 30-árunum. Dømdi maðurin skeyt dómin inn fyri landsrættin beinanvegin
Føroya rættur hevur dømt ein mann fyri í juli 2021 at hava valdstikið eina kvinnu. Revsingin er eitt árs fongsul.
Tað visti Kringvarpið at siga í vikuni.
Maðurin skeyt dómin inn fyri landsrættin beinanvegin.
Hendingin skal vera farin fram í juli 2021, har maðurin, sum er fyrst í 30-unum, skal hava valdstikið eina kvinnu, sum eisini er fyrst í 30-unum. Valdstøkan fór fram heima hjá kvinnuni.
Umframt fongsulsdómin, skla maðurin eisini rinda kvinnuni 30.000 krónur í endurgjaldi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2022
Seinastu árini hava stormar og sjóvarilska tikið nógv burtur av bakkanum. Arbeitt hevur verið við at gjørt eina verju síðani í november
Seinastu árini hava stormar og sjóvarilska tikið nógv burtur av bakkanum fram við fjørðuni í Hósvík. Hetta hevur ført við sær, at summastaðni er bakkin horvin heilt niðan til lendisgøtuna, sum er løgd fram við fjørðuni, yvir um ósan.
Javnan skolar og brýtur heilt niðan undir gøtuna, sum av tí sama fer illa og skolar burtur í støðum. Loysnin til nú hevur verið at fylla í aftur so hvørt, men hetta er ongin varandi loysn.
Sunda kommuna hevur í mong ár raðfest at gera lendisgøtur runt um í bygdunum. Ung og gomul hava stóra gleði av gøtunum, eins og tær verða nógv nýttar av barnagørðum og stovnum okkara. Tí hevur tað stóran týdning, áhaldandi at halda hesar gøturnar við líka og í góðum standi.
Storm og sjóvarilsku fgerst ikki nakað við, men okkurt kann gerast fyri at verja ímóti. Tí legði tekniska nevnd uppskot fyri býráðið um at gera eina bakkaverju framman fyri lendisgøtuna fram við fjørðuni í Hósvík. Ynski var at fáa eina harðføra og varandi loysn, sum eisini tekur seg væl út í landslagnum. Tí varð avgjørt at gera eina bakkaverju úr laðaðum gróti, ið verður styrkt við einum stoyptum garði innan fyri grótlaðingina.
Á heysti 2021 varð arbeiðið boðið út. Basalt grótlaðing hevði besta tilboðið, og fekk uppgávuna at gera bakkaverjuna. Teir byrjaðu í november í fjør, og hava arbeitt uttan íhald síðan tá. Arbeiðið líður nú so væl, at gøtan um ósan væntandi kann takast í brúk aftur um nakrar vikur.
Strekkið, ið er gjørt í hesum umfarinum, er norðan fyri Lagá, frá neystunum og yvir til brúnna. Op við trapputrinum eru gjørd í bakkaverjuna, so gangast kann beint av gøtuni oman í fjørðina. Vónandi fáa hósvíkingar og onnur vitjandi, stóra gleði av hesum í summar, skrivar Sunda kommuna í tíðindaskrivi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2022
Tað er ikki gerandiskostur í Vági, at sethús verða reist. Undan jólum vóru fyrstu sethúsini í Vági í eini 6-7 ár reist, og í vikuni vóru enn eini hús reist í bygdini
Undan jólum vórðu reist nýggja sethús í Tøðuni í vestara parti av Vági, og hetta var fyrsta sethúsið, sum er nýbygt í Vági, í eini 6-7 ár.
Í farnu viku vórðu so enn eini nýggj sethús reist í Vági, hesaferð uppi í Fjallinum, skrivar Suðurrás.
Býlingurin uppi í Fjallinum tók skap síðst í 1980-árunum, og eru tað nógv ár síðani at nýggj sethús eru bygd í Fjallinum, hóast nøkur grundstykki hava verið tøk.
Flestu kommunalu grundstykkini í Fjallinum eru nú seld, og onnur hús eru ávegis, skrivar Suðurrás.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2022
Talan verður bæði um grundstykkir til sethús, umframt at økir verða boðin út til alternativa bygging, og arbeiðið verður boðið út í næstum
Á býráðsfundinum týskvøldið samtykti býráðið í Vága kommunu at fara undir útstykkingar í bæði Sandavági og Miðvági. Talan verður bæði um grundstykkir til sethús, umframt at økir verða boðin út til alternativa bygging.
Eftir ætlan verður útbjóðing at gera økini byggibúgvin boðin út um fáar vikur, og arbeiðið verður boðið út í innbodnari lisitatión millum arbeiðstakarar í kommununi.
Arbeitt verður eisini við at gera útbjóðingartilfar klárt til útstykking í Vatnsoyrum, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.
Nógv bygging er í gongd í Sandavági, har fleiri sethús eru í gerð. Týskvøldið samtykti býráðið at fara undir at útstykkja níggju grundstykkir til sethús, og umleið 12 íbúðir. Økið talan er um, er millum vakstrarhúsið og býlingin norðuri í Sørpum, við góðum útsýni yvir bygdina og fjørðin.
Í Miðvági er eitt stórt øki sett av til bústaðir á Heiðatrøðni, niðan fyri býlingin Norðuri á Heiðum. Í fyrstu syfti er ætlanin at gera 13 grundstykkir til sethús, umframt fimm íbúðareindir. Hetta er afturat teimum átta grundstykkinum, sum eru gjørd byggiklár við Gudmundargøtu. Tey grundstykkini verða boðin út til tey sum standa á bíðilista, í næstum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2022
Ætlanin er, at sjey nýggjar íbúðir, ið eru 80 fermetrar til støddar, skjótt skulu standa til reiðar á Heiðatrøðini. Eisini verða fleiri sethús bygd ymsastaðni í kommununi
- Gleðiligt er altíð at síggja tá fólk velja at seta búgv í kommununi, ikki minst, tá nýggj sethús eisini verða bygd.
Hetta skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu sínari.
Ætlanin er, at sjey nýggjar íbúðir skjótt skulu standa til reiðar á Heiðatrøðini. Tær vera 80 fermetrar til støddar. Fyrsta flagið til hesa bygging varð loyst síðst í 2020. Tað er Bústaðir, ið letur byggja, og MTV-Byggivirki sum stendur fyri. Íbúðirnar eru ikki ætlaðar til dømis einum ávísum aldursbólki.
Í løtuni verða eisini fleiri sethús bygd í kommununi - í Trongisvági, Tvøroyri og í Froðba. Seinastu árini eru fleiri hús bygd í kommununi, og fólkatalið hevur verið vaksandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2022
288 børn eru skrivað inn til 1. flokk í Tórshavnar kommunu, og nakrar flytingar mugu gerast, sigur kommunan – nógv pláss eru eftir í Eysturskúlanum og Skúlanum við Løgmannabreyt
Nú skúlainnskrivingin í Tórshavnar kommunu er av, er greitt, at ov nógv børn eru skrivað inn í Skúlan á Fløtum og í Sankta Frans Skúla.
Skúlarnir fáa ikki tikið ímóti øllum teimum innskrivaðu børnunum, og mugu tí nakrar flytingar gerast, skrivar kommunan á heimasíðuni.
288 børn eru skrivað inn til 1. flokk í kommununi, og burtsæð frá teimum áðurnevndu skúlunum, er enn pláss eftir á hinum skúlunum í kommununi.
Tølini á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu vísa, at eitt nú 25 pláss eru eftir í Skúlanum við Løgmannabreyt, og 18 pláss eftir í Eysturskúlanum.
123 børn eru innskrivað í forskúla, og tey flestu eru innskrivað í Skúlan á Fløtum og Sankta Frans Skúla.
Foreldur at børnum, sum ikki fáa pláss í tí skúlanum, tey hava ynskt, fáa nærri boð frá kommununi um umleið 14 dagar, sigur kommunan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2022
Renniundirlagið og graslíkið skal leggjast í næstum, og verkætlanin verður handað kommununi í mai
Mikudagin var hátíðarhald í sambandi við, at mál- og goymsluhúsið við rennibreytina í Klaksvík varð reist.
Tað er Kanjon, sum stendur fyri arbeiðinum við rennibreytini og somuleiðis hevur smíðað tey bæði húsini, ið standa millum svimjihøllina og nýggju rennibreytina.
Ætlanin er, at renniundirlagið og graslíkið skal leggjast í næstum og øll verkætlanin skal handast kommununi mai.
Við hesum fær ítróttafelagið Treysti góðar umstøður at skipa fyri kappingum og øðrum tiltøkum hjá felagnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2022
Hesin fyrri parturin av verkætlanini, snýr seg um fyrireikingararbeiði, og kostnaðurin er 200.000 krónur.
Býráðið í Runavíkar kommunu samtykti hóskvøldið at fara undir fyrsta skeið í arbeiðnum at gera nýggja svimjihøll í býnum. Tað skrivar kommunan á heimasíðuni.
Nýggja svimjihøllin er skipað í tveimum stigum, skeið 1 og skeið 2.
Skeið 1 snýr seg í stuttum um, at farið verður undir eina felags tillaging og albøting av verkætlanargrundarlagnum, sum kann verða undirstøða undir einum høvuðsarbeiðstakarasáttmála. Partarnir skulu vera komnir á mál við hesum partinum í seinasta lagi 15. apríl. Kostnaðurin í handverkaraútreiðslum verður sambært avtaluni góðar 92 milliónir krónur, og samlaði kostnaðurin 110 milliónir krónur.
Á býráðsfundinum hóskvøldið var drúgt orðaskifti um málið, og undir viðgerðini var broytingaruppskot lagt fram um at beina málið í nevndirnar aftur. Tað uppskotið fekk tvær atkvøður fyri og 9 ímóti. Eftir tað var atkvøtt um avtaluna, sum Kanjon og borgarstjórin í Runavíkar kommunu høvdu skrivað undir hin 17. januar, og sum frammanundan hevði verið til viðgerðar í ítróttarnevndini og í fíggjarnevndini. 9 atkvøður tóku undir við avtaluni, ein var blonk, meðan ein býráðslimur atkvøddi ímóti avtaluni.
Kostnaðurin fyri Skeið 1 er 200.000 krónur, sum verða fíggjaðar við eini útreiðsluneutralari eykajáttan.
Runavíkar kommuna skrivar á heimasíðuni, at nú verður skjøtul settur á at virka fyri at semja fæst millum partarnar um ein sáttmála um høvuðsarbeiðstøku áðrenn 15. apríl í ár.
Í besta føri kann tí roknast við, at svimjihallarmálið av nýggjum gerst eitt mál í býráðnum fyri summarfrítíðina í ár, og tá fer tað umsíðir at snúgva seg um, um ein svimjihøll skal byggjast í Runavíkar kommunu ella ikki, verður sagt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2022
Annika Steintórsdóttir Biskopstø, forkvinna í heilsunevnd býráðsins, legði fram. Ætlanin er, at fólkaskúlin í býnum, Skúlatrøð, skal hava eina matarskipan, og avvarandi nevndir og býráðið fara nú at arbeiða við hesum
Í apríl í fjør varð ein arbeiðsbólkur settur, sum skuldi lýsa møguleikarnar at seta í verk eina matarskipan á Skúlatrøð.
Tað er heilsunevndin, ið er ein nýggj nevnd í Klaksvíkar Býráðið í hesari býráðssetini, sum í samstarvi við trivnaðarnevndina Børn & Ung hevur tikið stig til hesa tilgongdina.
- Fyri meg sum nývald í Klaksvíkar býráð er hetta eitt øki, sum eg frá byrjan havi sett mær fyri at raðfesta, tí tað hevur so stóran týdning, at børn okkara eta sunt og kenna seg mett og væl sett, tá tey eru í barnagarði og í skúla soleiðis at tey kunnu nýta orkuna til at læra, mennast, hugsavna seg, vera kreativ o.s.fr. Tí var tað so gott at síggja at vit longu tíðliga í 2021 vóru boðin niðan á Skúlatrøð, har næmingar løgdu fram fyri okkum úrstlitið av einari kanning har á skúlanum, sum vísti, at tað er stórur áhugi í og tørvur á, at vit sum myndugleikar raðfesta heilsugóðan mat til næmingarnar á Skúlatrøð.
Hetta sigur Annika Steintórsdóttir Biskopstø, forkvinna í heilsunevnd býráðsins, sum í vikuni legði álitið fram vegna arbeiðsbólkin, ið umframt hana eisini fevnir hesi fólk:
Vivian C. Guðjonsson, varaskúlastjóri á Skúlatrøð,
Hjørdis Hávarsá, lærari á Skúlatrøð,
Magnus Norðberg, MA í mannaføði og stoffskifti,
Jórun Andreasen, føðsluatstøðari og forkvinna í skúlastýrinum á Skúlatrøð,
Gunnhild Dahl Niclasen, MA í humanvistfrøði,
og Niels Juel Arge, barnaansingarsamskipari hjá Klaksvíkar kommunu.
Mynd: klaksvik.fo
Málið um eina møguliga matarskipan á Skúlatrøð verður nú lagt fyri avvarðandi nevndir og býráðið til viðgerðar og støðutakan til víðari tilgongdina, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2022
Tað verða ríkir møguleikar at síggja krimirøðina Trom, sum verður tøk á Viaplay 13. februar. Hóskvøldið 17. februar verður fyrsti partur at síggja í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum
Føroyska krimirøðin Trom, sum er fyrsta sjónvarpsrøðin, ið er upptikin í Føroyum, verður frumsýnd á stroymingartænastuni Viaplay 13. februar. Allir seks partarnir verða tøkir samstundis.
Hóskvøldið 17. februar verður fyrstu partur av røðini vístur í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, og næstu fimm hóskvøldini verða partarnir vístir.
Kringvarpið hevur stuðlað røðini fíggjarliga, og hevur eisini latið útgerð, starvsfólk og høli til framleiðsluna.
- Hetta síggja vit sum ein týdningarmiklan part av at stuðla føroyska filmsumhvørvinum, og samstundis er tað umráðandi, at Kringvarpið, sum tann føroyski public service-miðilin, sleppur at vísa føroyingum røðina, sigur Barbara Samuelsen, programmleiðari í Kringvarpinum.
- Hetta hevur verið ein longri verkætlan og ein umfatandi framleiðsla, sum vit hava verið sera spent uppá. Jón Hammer, sum eigur fyritøkuna Kykmyndir, sum stendur aftan fyri framleiðsluna, kom til okkara í 2018 og spurdi, um vit skuldu innleiða eitt samstarv, og hetta vildu vit uttan iva vera partur av, leggur hon afturat.
TROM snýr seg um Hannis Martinsson, sum kemur aftur til Føroya, tí ein kvinna, ið sigur seg vera dóttir hansara, heldur seg vera í lívsvanda. Skjótt fær hann frænir av, at álvarsom brotsverk verða framd.
Ulrich Thomsen hevur høvuðsleiklutin sum Hannis Martinsson, meðan Maria Rich og Olaf Johannessen manna hinar stórur leiklutirnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2022
– BBC hevur víst nakrar av bestu norðurlendsku røðunum, sum nakrantíð eru framleiddar, og vit vóna, at TROM eisini fer at verða vælumtókt, sigur sølu- og marknaðarleiðarin hjá REinvent Studios, ein av framleiðarunum
Føroyska krimirøðin TROM, sum verður at síggja á stroymingartænastuni Viaplay 13. februar, verður eisini at síggja á BBC.
Tað skrivar miðilin Variety.
Helene Aurø, sølu- og marknaðarleiðari hjá REinvent Studios, sum hevur verið við til at framleiða TROM saman við Kyk Myndir og Truenorth, sigur, at tey eru fegin og errin um, at BBC eisini hevur keypt rættindini til at vísa røðina.
– BBC hevur víst nakrar av bestu norðurlendsku røðunum, sum nakrantíð eru framleiddar, og vit vóna, at TROM eisini fer at verða vælumtókt. Vit síggja veruliga fram til at vísa hetta fyri bretskum áskoðarum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2022
Allar tríggjar bøkurnar hava til felags, at tær snúgva seg um álvarslig og trupul evni, ið verða søgd á ein jaligan og heitan máta
Tríggjar bøkur eru tilnevndar at vinna virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir.
Úr Føroyum er tað bókin “Abbi og eg og abbi” hjá Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø. Grønland tilnevnir bókina “Umasut Ataatsimeersuarnerat” eftir Kent Kielsen og Ísland hevur tilnevnd bókina “Bannað að Eyðileggja” eftir Gunnar Helgason.
Allar bøkurnar hava tað til felags, at tær snúgva seg um álvarslig og trupul evni, ið verða søgd á ein jaligan og heitan máta.
Útnorðurráðið letur á øðrum hvørjum ári eina bókmentavirðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir til tess at styrkja barna- og ungdómsmentanirnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum.
Ráðið setir eina dómsnevnd við limum frá øllum londunum, ið tilnevnir eina bók úr hvørjum landi. Vinnarin fær 60.000 danskar krónur í virðisløn.
Í 2020 var tað íslendska Bergrún Íris Sævarsdóttir, sum fekk heiðurslønina fyri bókina Langelstur að eilífu.
Um bókina “Abbi eg og abbi” verður soleiðis grundgivið:
Bókin er skrivað av Dániali Hoydali meðan Annika Øyrabø hevur teknað myndirnar.
Í bókini um drongin og abban, ið fær demens, lýsir Dánial Hoydal á ein varðisligan og virðiligan máta eitt eymt og viðkomandi evni í barnahædd. Bókin gevur innlit í og vísir á møguleikar fyri at tosa um sjúkuna demens, sum rakar nógvar familjur.
Dánial Hoydal dugir at greiða frá álvarsligum evnum við fynd og stuttligum orðaleikum, soleiðis at vónin sleppur at liva. Tað ger tað lættari at skilja og tosa um tað, ið tyngir.
Annika Øyrabø dugir kynstrið at skapa eina søgu í myndum. Við skuggum og dýbd skapa klipp hennara eitt trívíddar rúm, ið gevur lesaranum kensluna av at vera við í søguni um drongin og abban.
Frá sjónarhorninum hjá dronginum síggja vit, hvussu orðini og gerðirnar hjá abbanum broytast so hvørt hann fer at gloyma. Við einføldum orðum og spælandi málberingum lýsir Dánial Hoydal hesa gongdina og tað heilt serliga bandi teirra millum. Í eini annars vónleysari støðu, kennist ein hiti og gleði.
Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið hevur givið út.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2022
Tað er ríkiligt at plássi í høllini til at loyva 250 fólkum inn sambært nýggju koronareglunum
Norðurlandahúsið heldur seg ikki longur til koronatilmælið um bert at loyva í mesta lagið hundrað fólkum til innanduratiltøk.
Í tíðindaskrivi í vikuni segði húsið, at við tað at nýggju tilmælini loyva fleiri enn hundrað at savnast, har tað eru í minsta lagið tveir fermetrar fyri hvørt fólk, so er húsið farið at selja fleiri atgongumerki til eina konsert, ið annars var útseld.
Talan er um konsertina við Brimheim hin 5. februar. Tey fyrstu hundrað atgongumerkini vórðu beinanvegin útselt, men nú eru so 150 atgongumerki afturat sett til sølu.
Nýggju tilmælini merkja eisini, at Norðurlandahúsið kann selja fleiri atgongumerki til konsertirnar, ið verða hildnar í høllini í Norðurlandahúsinum í samband við Vetrarjazz-festivalin í dag, nevniliga Sway-konsertina kl. 15 og konsertina við Tórshavnar Big Band og Mads Mathias kl.19.30.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2022
Virdur danskur croonari syngur egnar sangir saman við bigbandinum í Norðurlandahúsinum í kvøld
Í fjørsummar setti hann gongd í London Jazz Festival saman við Seal og Angelique Kidjo. Nú endar hann Vetrarjazz her í Føroyum.
Danski sangarin og saksofonisturin Mads Mathias kemur nærum beint frá Royal Albert Hall at spæla við Tórshavnar Big Bandi. Saman spæla tey konsert í Norðurlandahúsinum í kvøld, 29. januar, kl. 19.30 og enda harvið festivalin.
Við sínum nemandi framførslum, livandi sinnalagi og frálíku sangum hevur Mads Matthias fangað áhoyrarar í heimlandinum og m.a. í Bretlandi. Við íblástri frá Nat King Cole, Frank Sinatra og Harry Connick Jr. hevur Mads ment sín egna sermerkta sangstíl – tað er soleiðis ein “croonari” ljóðar í 2022. Hoyr dømi á leinkjuni undir tekstinum.
Mads Mathias hevur skrivað allan tónleikin, og hevur somuleiðis útsett hann í samstarvi við Peter Jensen, sum eisini útsetti Kópakonuna hjá Eivør fyri DR Big Band.
Tórshavnar Big Band arbeiðir fyri at varðveita og fremja klassikan big band tónleik í Føroyum. Fremsta málið hjá orkestrinum er at eggja nýggjum ættarliðum at lurta eftir og dansa til big band tónleik – bæði gamlan og nýggjan.
Spælararnir í Tórshavnar Big Bandi elska tónleik og virka dagliga sum yrkistónleikarar, tónleikalærarar og/ella tónleikalesandi.
Vegna korona verður tað ein minni útgáva av big bandinum, sum framførir til konsertina.
Tónleikaranir eru:
Sang og saksofon: Mads Mathias
Saksofon: Eirikur Skála og Mortan Zachariassen
Trompet: Johan Hentze og Ólavur Olsen
Trombon: Maria Wang Reinert
Klaver: Kristian Pauli Ellefsen
Gittar: Leivur Thomsen
Bass: Torleik Mortensen
Trummur: Rógvi á Rógvu
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2022
Í sambandi við Vetrarjazz, verður matiné í Havnar kirkju fyrrapartin
Í sambandi við Vetrarjazz festivalin verður matiné í Havnar kirkju í dag, leygardagin 29. januar klokkan 11.30.
Tað er Dania O. Tausen, sum fer at syngja saman við trimum tónleikarum.
Dania hevur seinastu árini verið sera virkin innan føroyska mentunarlívið bæði innan sanglist, yrking og film. Hon hevur givið út fløguna “Gonguteigatúnatos”, yrkingarsavnið “Skál” og hevði eisini ein høvuðsleiklut í filminum við sama navni. Filmurin fekk sera góð ummæli og hevur vunnið fleiri heiðurslønir.
Sum navnið á fløguni “Gonguteigatúnatos” vísir, so syngur Dania í sangum sínum ofta um ting, sum fyri flest øll eru dagligdags og viðkomandi. Til dømis lýsir hon í sanginum “Heim” hvat fyri henni hugtakið “Heim” merkir og fevnir um.
Til matinéina spælir Benjamin Djurhuus gittar, Torleik Mortensen bass, og Harald Fonsdal Johannesen spælir trummur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2022
Hann verður virkandi sóknarprestur frá 1. mai til 31. juli
Á felags kirkjuráðsfundi 27. januar varð nólsoyingurin Hanus Pál Jógvansson, gudfrøðingur, innstillaður til kallið sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi frá 1. mai til 31. juli.
Fýra umsøkjarar vóru til vikariatið, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni.
Tá talan er um vikar, er biskupur setanarmyndugleikin. Treytað av, at landsstýrismaður við mentamálum gevur vígsluloyvi, er ætlanin at prestvíga Hanus Pál í dómkirkjuni 24. apríl klokkan 16.
Undur gudstænastuni í Vesturkirkjuni sunnudagin 1. mai klokkan 11 skipar dómprósturin so nýggja prestin í kallið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2022
Góð tíðindi fyri filmsglaðar føroyingar. Í summar verður Disney+ eisini tøkt í Føroyum. Umframt Disney umfatar tænastan eisini tilfar frá Pixar Marvel og Star Wars
Síðani stroymingartænastan Disney+ gjørdist tøk í Danmark og øðrum norðurlondum, hevur væl umtókta sjónvarpstilboðið ikki riggað í Føroyum.
Nú ganga tó ikki nógvir mánaðir, so kunnu films-svangir føroyingar blaða runt í nógva tilfarinum, sum umframt Disney eisini umfatar tilfar frá Pixar, Marvel og Star Wars.
Disney boðaði í tíðindaskrivi í vikuni frá, at tænastan frá í summar letur upp í 42 londum og 11 økjum í summar.
Eitt av teimum er Føroyar.
Netflix er størsti stroymingarpallurin í heiminum, og hevði 214 milliónir haldarar við ársenda í 2021. Til samanberingar hevði Disney+ 118 milliónir haldarar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2022
Fyrstu lutirnir til tær seks vindmyllurnar sum skulu setast upp á Gellingarkletti eru komnir til Føroyar. Fyrst í apríl verður farið undir at seta myllurnar upp
Eitt farmaskip kom á Signabø í vikuni við fyrstu lutunum til vindmyllurnar hjá Vindrøkt á Gellingarkletti.
Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt, upplýsir fyri útvarpinum, at fyrst í apríl verður farið undir at seta vindmyllurnar frá Vestas upp.
Nógv av útgerðini liggur í Esbjerg, og um hálvan mars skal øll útgerðin vera komin til Føroya.
Talan er um seks vindmyllur sum verða 142,5 metrar høgar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2022
Fyri fyrstu ferð í sjey ár hevur oljuprísurin otað seg upp um 90 dollara markið
Eitt skifti hósdagin var oljuprísurin tætt við 91 dollarar fyri tunnuna. Seinast hann var so høgur var 10. oktober 2014, tá hann var 90,40 dollarar.
Tað er fyrst og fremst spenta støðan millum Russland og Ukraina, sum fær oljuprísin at hækka. Sambært Reuters er tað geopolitiski spenningurin í Evropa og Miðeystri, sum skapar óvissu um oljuprísin. Seinasta hendingin, sum hevur økt um spenningin, er álop, sum Houti uppstreistrarmenn í Jemen hava framt móti oljuútbúnaði í Abu Dhabi.
Biden forseti hevur nú eisini hótt við at gera bæði Putin forseta og hansara næstu til part av sanktiónunum. Eisini hevur verið frammi hóttanin um at boykotta gass- og oljuútflutningi úr Russlandi, hvat kann fáa uppaftur størri ávirkan á olju- og gassprísin.
Evropa er sera bundið at russiskari orku sum er, og verður minni til á marknaðinum av eitt nú russiskum gassi og olju, fer tað at ávirka orkuprísirnar uppaftur meira. Og koma samfelagshjólini av álvara í gongd aftur, eftir at avleiðingarnar av korona fækka, kann tað aftur økja um eftirspurningin, og tá framleiðslan er avmarkað sum er, tá kann tað aftur fáa prísirnar at hækka. Og aftrat hesum kemur so spurningurin um Nord Stream 2 gassleiðingina úr Russland, sum Týskland enn ikki hevur góðkent.
Fleiri stórbankar gita, at prísurin fer at halda fram at hækka, so hann skjótt kann røkka 100 dollarum fyri tunnuna, men tá er eisini sonevnda píningsmarkið nátt, har eitt nú fátækk lond ikki megna at keypa olju og gass. Tá plagar prísgongdin av sínum eintingum at venda, tí eftirspurningurin fer at minka aftur. Seinasta tíðarskeiðið oljuprísurin náddi upp á 100 dollarar fyri tunnuna var frá 2011 til 2014. Eitt skifti var hann heilt uppi á 115 dollaranum fyri so at rapa aftur.
Enn ein orsøk til óvanligu prístilgondina er so eisini tann sannroynd, at eitt nú í vesturheiminum verða færri og færri íløgur gjørdar í nýggja oljuleiting og útbyggingar. Harvið kemur einki ístaðin fyri tær tunnurnar, sum verða brúktar.
Stórur spenningur er í løtuni um, hvørja avgerð Opec+ londini fara at taka í næstu viku í sambandi við framleiðsluna komandi mánaðin. Higartil hava londini verið samd um at økja um framleiðsluna við 400.000 tunnum um dagin hvønn mánað fram til í mai. Men nú ljóðar, at fleiri av londunum eru ikki før fyri at hækka framleiðsluna til tess at nøkta vaksandi eftirspurningin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2022
Bæði spenta støðan millum Russland og vesturheimin um Ukraina og marknaðarstøðan í Miðeystri kunnu gera sítt til, at oljuprísurin fer at hækka enn meira
Mánamorgun var oljuprísurin tætt við 90 dollarar. So høgur hevur hann ikki verið seinastu sjey árini. Sambært Finansavisen var hann 88,48 dollarar fyri tunnuna, og greinarar útiloka ikki, at hann fer at hækka enn meira, tá virkisemið kring heimin fer at vaksa aftur, eftir ringastu avleiðingarnar av korona hava lagt seg, og eftirspurningurin tí fer at hækka aftur.
Tað er fyrst og fremst geopolitiska støðan í sambandi við vandan fyri einum kríggi millum Russland og Ukraina, sum er orsøkin til stóra órógvið á oljumarknaðinum. Men marknaðarstøðan í Miðeystri er eisini vorðin ein hóttan, nú Opec eftir øllum at døma ikki megnar at røkka sínum framleiðslumálum tvs. at hækka framleiðsluna við umleið 400.000 tunnum um mánaðin, nakað, sum londini hava gjørt nú í eina tíð. Hetta sigur oddagreinarin hjá Fujitomi Securities, Kazuhiko Saito við Reuters.
Lond sum Angola, Nigeria, Malaysia og Aserbadjan hava ilt við at økja um framleiðsluna.
Væntað verður, at eftirspurningurin eftir olju til upphiting í USA, nú kalda veðrið ger um seg, fer at økjast munandi.
Tað eru tí fleiri greinarar, sum meta, at tað verður ikki nóg mikið til av olju, tá eftirspurningurin veruliga fer at økjast aftur eftir korona. Støðan kann gerast rættiliga álvarslig, tá eisini goymslurnar av álvara fara at minka. Tá kann oljuprísurin hækka enn meira, sigur oljugreinarin Helge André Martinsen í DNB Markets við Finansavisen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2022
Íslendska vónbrotið yvir danska innsatsin á hondbóltsvøllinum er stórt
Nú skal kongskrúnan takast niður av Altinginum. Tað heldur ein íslenendskur tingmaður eftir vónbrotið mikukvøldið, tá danska hondbóltslandsliðið lorkaði burt sigurin móti fraklendingum, og harvið oyðiløgdu møguleikan hjá íslendingum at koma í hálvfinalurnar.
Eftir hondbóltsdystin komu fleiri skuldsetingar fram um, at danir ikki vóru sinnaðir til at vinna dystin. Eitt nú við at halda teir bestu spælararnar Mikkel Hansen og Mathias Gidsel uttanfyri.
Eisini verður ein støða tikin fram, tá fyrri hálvleikur rann út, og danir, ið høvdu bóltin, ikki gjørdi nakra roynd at skjóta móti málinum áðrenn klokkan ljóðaði.
Slíkt er heilt óvanligt í hondbólti, men leikarin, sum gekk passivur við bóltinum, Jacob Holm, sigur sambært donskum miðlum, at talan var um eitt mistak. Hann visti ikki, at tað bert vóru fá sekund eftir av hálvleikinum. Tá førdu danir 17-12.
Starvsfólk hjá danska hondbóltssambandinum øtast eisini yvir ógvusligar viðmerkingar, sum eru komnar inn eftir at danir taptu við einum máli, 29-30, móti Fraklandi í gjárkvøldið.
Ein tað mest víðgongda reaksjónin yvir úrslitið kemur frá íslendska altingsliminum fyri Pirata-flokkin, Björn Leví Gunnarsson, sum sigur, at stundin nú er komin at taka avgerð um at taka kongskrúnuna niður av Altingsbygninginum.
Altingsbygningurin við Austurvöll í Reykjavík varð bygdur fyrst í 1880’unum eftir tekningum hjá danska arkitektinum Ferdinand Meldahl. Mitt á bygninginum móti Eysturvølli sæst kongsmerkið við krúnu hjá táverandi Christian kongi IX.
Henda krúnan hóvar ikki øllum íslendingum. Altingslimurin Björn Levi Gunnarsson hevur fyrr tosað fyri at taka krúnuna burtur uttan at fáa undirtøku. Eftir vónbrotið í gjárkvøldið helt hann at stundin var búgvin til at taka hetta ynskið framaftur, skrivar Vísir.
Christian kongur IX var fyrsti danski kongurin, sum vitjaði Ísland. Tað var í 1874.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2022
Hann vann sannførandi við yvir 60 prosent av atkvøðunum
Sunnudagin var formansval á skránni hjá Dansk Folkeparti, og úrslitið var, at 41 ára gamli Morten Messerschmidt gjørdist stóri vinnarin.
Upp móti 1.000 limir í Dansk Folkeparti vóru møtt upp í jútska býnum Herning til formansvalið. Tey, ið bjóðaðu seg fram vóru, umframt Messerscmidt, Martin Henriksen og Merete Dea Larsen.
Sambært donskum miðlum vann Morten Messerschmidt sannførandi við yvir 60 prosent av atkvøðunum.
828 limir høvdu atkvøðurætt, og nývaldi formaðurin fekk 499 atkvøður, meðan Martin Henriksen fekk 219, og Merete Dea Larsen fekk 104.
Morten Messerscmidt hevur verið næstformaður hjá flokkinum síðan 2020. Hann er limur í Fólkatinginum og hevur áður sitið í ES-tinginum. Í býarrættinum varð hann dømdur fyri at hava svikað við ES-pengum, men av tí at landsrætturin metti dómaran í málinum vera ógegnigan, skal ein nýggj avgerð til.
Fyrrverandi formaðurin, Kristian Thulesen-Dahl, boðaði í fjør frá, at hann fór at leggja frá sær, eftir vánaliga úrslitið hjá flokkinum á kommunuvalinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2022
Danska forsætisráðkvinnan boðaði í vikuni frá, at stjórnin strikar koronatiltøkini 1. februar
Eisini í Danmark verða strongu koronatiltøkini sett úr gildi frá týsdegnum 1. februar at rokna. Tað upplýsti danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, á tíðindafundi mikudagin.
- Nú kunnu vit siga, at vit kláraðu royndina. Vit eru til reiðar at traðka út úr skugganum av korona. Vit siga avmarkingunum farvæl, og siga góðan dagin til lívið, ið vit kendu áðrenn korona, segði hon.
Serliga reglur verða tá einans galdandi fyri fólk, ið ferðast til Danmarkar.
Sambært danska heilsumálaráðnum skulu fólk í sóttarhald, sum koma til Danmarkar uttan at vera koppsett ella hava havt smittuna.
Mette Frederiksen gav væleydnaðu koppsetingarætlanini heiðurin fyri, at lívið í Danmark nú kann gerast vanligt aftur.
- Góða undirtøkan fyri at lata seg koppseta gjørdist okkara supervápn. Koppsetingin hevur verið ein sterk verja móti smittuni, sum framvegis er millum okkum, segði Mette Frederiksen, og peikaði eisini á onnur viðurskifti.
- Tá vit eru komin so langt so skjótt, so er tað eisini orsaka av einum risastórum avrikið av hvørjum einstakum. Av atferðini hjá hvørjum einstakum borgara, segði forsætisrtáðkvinnan.
- Takk til tey nógvu, sum tóku ábyrgd. Takk til øll, ið hava tikið ímóti koppseting. Takk til øll tykkum, ið hava ansað eftir hvørjum øðrum og eftir okkara felagsskapi, og víst samfelagssinnið, sum vit ikki høvdu kunna verið fyriuttan, segði Mette Frederiksen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2022
- Men smittan doyr ikki út, hóast talan ikki longur er um eina farsótt
Danmark kann rokna við at hava floksórin móti koronasmittuni um einar tvær vikur.
Tað sigur Viggo Andreasen, ið er lektari í støddfrøðiligari farsóttarfrøði á Roskilde Universitet.
Við danska TV2 sigur hann, at um tvær vikur fer farsóttin at toppa.
Orsøkin til floksórinið er eitt høgt tal av koppsetingum saman við høgum smittutølum.
Í farnu viku upplivdu tey í Danmark fyri fyrstu ferð 30.000 smittutilburðir í eitt samdøgur, og í hesi vikuni kom talið upp um 40.000.
Danska heilsustýrið skrivaði í tíðindaskrivi í vikuni, at oman fyri ein millión danir nú hava verið smittaðir við omikron-frábrigdinum síðan tað kom fram í desember.
Floksórin merkir, at smittan ikki longur kann raka ein so mikið stóran part av fólkinum í einum landi, at hon ikki longur spjaðist í samfelagnum. Hinvegin skulu vit læra at liva við, at sjúkan kann venda aftur, sigur Viggo Andreasen við TV2.
Koronasmittan er nú á gáttini frá at vera epidemisk – ein umfarssótt – til at vera endemisk, tvs. ein sjúka, ið ikki smittar so illa. Dømi um endemiskar smittur eru eitt nú skáldkoppar.
Jesper Lundgren, ið er professari í ígerðarsjúkum á Ríkissjúkrahúsinum, vísir eisini á, at korona ikki bara hvørvur, tá eitt samfelag hevur fingið floksórin.
Hann er vísur í, at koronavirusið eisini fer at herja komandi vetur, og tí er tað neyðugt at varðveita floksórinið, sigur hann.
Vandin fyri nýggjum frábrigdum av koronasmittu, ið smitta meira og eru vandamiklari, er framvegis til staðar. Men Jens Lundgren sigur, at breiða mótstøðuførið móti omikron-smittuni og ein møgulig nýggj vaksina í summar fer at gera, at vandin fyri at slík frábrigdi fara at elva til trupulleikar, verður ikki so stórur næsta vetur.
Heimsheilsustovnurin WHO metir eisini, at Evropa nú er á veg út úr farsóttini, hóast korona ikki hvørvur.
Hans Kluge, WHO-deildarleiðari fyri Evropa, væntar, at um 60 prosent av fólkunum í Evropa kunnu vera smittað innan mars mánað. Og tá smittubylgjan er avhasað, kann roknast við at heimurin er mótstøðuførur móti smittuni í hvussu so er í eina tíð.
Men órinið heldur ikki í allar ævir, vísir Tyra Grove Krause, fakligur leiðari í Statens Serum Institut, á.
- Virusið hvørvur ikki, og væntast kunnu nýggjar smittubylgjur, tá umstøðurnar loyva tí, og tað kann vera longu í komandi vetrarhálvu, sigur hon við TV2.
Roknast skal, sambært Statens Serum Institut, eisini við nýggjum frábrigdum, sum eisini fara at gera tað neyðugt við einum fjórða priki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2022
Eins og í Noregi, so hava svensku heilsumyndugleikarnir valt ikki at mæla til at koppseta børn í aldrinum 5 til 11 ár. Í Føroyum er tað eitt sindur ivasamt, um tað er eitt tilmæli ella eitt tilboð
Enn er ivamál um hvørt tað er eitt tilmæli ella tilboð í Føroyum at børn millum 5 og 11 ár verða koppsett ímóti koronu.
Í Noregi hava boðini verið greið í eina tíð. Tað eru ikki nóg stórir fyrimunir at viga ikki upp ímóti vandanum, sum kann standast av koppsetingini.
Nú eru svensku fólkaheilsumyndugleikarnir komnir fram til somu niðurstøðu sum norðmenn, sambært Reuters tíðindastovuni.
- Við vitanini, vit hava í dag, er tað lítil vandi fyri álvarsligari sjúku fyri børn, og tí síggja vit ikki nakran stóran fyrimun at koppseta tey, segði Britta Bjorkholm, frá svenska fólkaheilsumyndugleikanum á tíðindafundi hósdagin.
Hon legði afturat, at avgerðin verður tikin upp aftur um gransking kemur fram til nakað annað, ella um nýtt frábrigdi broytir farsóttina. Børn í vandabólki kunnu longu verða koppsett.
Í Føroyum er ivamál um tað er eitt tilboð ella eitt tilmæli. Danska heilsustýrið mælir til at koppseta børn, men Tummas í Garði, varastjóri í sjúkrahúsverkinum, segði á tíðindafundi í síðstu viku, at tað er eingin góð grund at koppseta øll børn millum 5 og 11 ár.
- Tað er ikki nøkur góð grund til at koppseta øll børn undir 11 ár sum er. Men tað eru nøkur børn sum eru immunveik, hava lungasjúkur ella vøddasjúkur sum gera at tað er skilagott at koppseta tey, segði Tummas í Garði.
Á sama tíðindafundi vildi løgmaður kortini vera við, at tað var eitt tilmæli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2022
60 prosent av fólkinum í Evropa kunnu verða smittað við koronu áðrenn mars, sigur stjórin fyri evropeisku deildina hjá Heimsheilsustovninum
Omikronfrábrigdið kann møguliga vera endin á koroufarsóttini – í øllum førum í Evropa.
Tað sigur stjórin fyri evropeisku deildina hjá Heimsheilsustovninum, WHO, Hans Kluge.
Hann heldur, at 60 prosent av fólkinum í Evropa kunnu fáa koronu áðrenn mars, og tá smittubylgjan leggur seg aftur í Evropa, fer væntandi at vera immunitetur millum fólkið í fleiri vikur og mánaðir.
– Antin verður tað koppsetingini at takka, ella tí vit fáa mótstøðuføri av smittuni, sigur hann sambært Ritzau.
– Vit vænta, at har verður ein friðarlig tíð, áðrenn smittan møguliga kemur aftur móti endanum av árinum. Men tað merkir ikki neyðturviliga, at farsóttin kemur aftur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2022
Albert Bourla heldur tað ikki vera gott at koppseta fólk fyri koronu fjórða ella fimta hvønn mánað framyvir
Hjá heilivágsfyritøkuni Pfizer arbeiða tey við at framleiða eina koronukoppseting, sum skal gevast eina ferð um árið.
Tað sigur forstjórin hjá Pfizer, Albert Bourla.
Nú korona ger meira um seg, hava fleiri lond stytt tíðarskeiðið millum annað og triðja prik, fyri at geva fólki verju móti at gerast álvarsliga sjúk við omikron-frábrigdinum. Summi lond eru eisini byrjað at geva fjórða prik.
Albert Bourla heldur tó ikki, at tað hevði verið gott at givið fólki eitt prik fjórða ella fimta hvønn mánað. Í staðin vónar hann, at mann fær eina koppseting, sum skal gevast eina ferð um árið.
– Tað er nemmari at sannføra fólk um at lata seg koppseta eina ferð um árið. Tað er eisini nemmari hjá fólki at minnast til, sigur hann sambært Ritzau.
Pfizer arbeiðir í løtuni við ætlanini um at gera eina koppseting til onnur koronufrábrigdi. Áður hevur Albert Bourla boðað frá, at heilivágsfyritøkan skjótt er til reiðar at søkja um góðkenning til eitt koppingarevni, sum er gjørt til at verja móti omikron. Tað verður í mars.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2022
Grønlendska landsstýrið boðaði í vikuni frá, at fleiri av tiltøkunum vórðu longd
Týsdagin boðaði grønlendski landsstýrismaðurin við vinnu- og handilsmálum, Pele Broberg frá, at Grønland fór at dagføra og leingja fleiri av koronutiltøkunum.
Hetta merkir millum annað, at ókoppsettir persónar 15 ár ella eldri fram til 14. februar ikki sleppa inn á almenn støð sum eitt nú barrir og biografar, uttan talan er um arbeiði.
Hetta verður tó ikki galdandi í handlum, á posthúsum, á floghavnum og farstøðum.
Forboðið ímóti at skeinkja alkohol millum klokkan 22 og 05 verður eisini longt fram til 1. februar. Skeinkistøðini sleppa tó at hava opið til klokkan 22.30.
Hinvegin verður kravið um PCR-kanning fyri ferðandi til Grønlands slept – bæði fyri koppsett og ókoppsett. Kravið um fimm dagar í heimauppihaldi fyri tey, sum ikki eru koppsett fyri koronu, er tó framvegis galdandi, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2022
Koronafarsóttin, ið m.a. hevur havt við sær, at skúlar hava verið stongdir, hevur frátikið teimum møguleikan at vinna sær grundleggjandi førleikar
Fleiri enn 616 milliónir skúlanæmingar kring heimin eru framvegis raktir av afturlatingum, og koronafarsóttin hevur tikið møguleika teirra at vinna sær grundleggjandi førleikar frá teimum, sigur barnarættindafelagsskapurin hjá ST, Unicef.
Umframt hetta hava nógv børn eisini fingið verri sálarheilsu undir koronu, umframt at tey hava verið í størri vanda fyri misbrúk og ikki hava fingið nóg mikið av sunnari nøring, meðan skúlar hava verið afturlatnir.
Sambært Unicef duga upp móti 70 prosent av teimum 10 ára gomlu ikki at lesa ella skilja einfaldar tekstir. Áðrenn koronu var talan um 53 prosent.
Har hava eisini verið nógv tap í mun til mista skúlagongd, og tað er ikki nóg mikið bert at lata skúlar uppaftur. Eisini eigur stuðul at verða veittur til at enduruppbyggja tað, sum er mist í mun til útbúgving og læring, sigur Unicef sambært Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2022
Á listanum hjá russisku myndugleikunum yvir yvirgangsfólk og ekstremistar, eru níggju av ráðgevunum og stuðlunum hjá russiska andstøðuleiðarunum eisini skrásettir saman við felagsskapum sum IS
Russiski andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, sum hevur sitið í fongsli seinasta árið, er nú skrásettur á listanum hjá russisku myndugleikunum yvir yvirgangsfólk og ekstremistar.
14. januar endaðu tveir av nærmastu ráðgevum hansara, Leonid Volkov og Ivan Zjdanov á listanum, og tilsamans níggju av ráðgevum og stuðlum hansara eru nú endaðir har saman við eitt nú Islamiskum Stati (IS), skrivar Ritzau.
Tað er russiska fíggjareftirlitið, Rosfinmonitoring, sum ger listan.
Tað er eitt ár síðan Navalnyj varð, handtikin og fonglaður, tá hann kom aftur til Russlands eftir at hava verið í Berlin, har hann fekk viðgerð fyri eitran.
Staðfest varð, at hann varð eitraður við nervaeitrinum Novitjok, og Navalnyj vil vera við, at tað var russiska stjórnin, sum stóð aftanfyri eitranina.
Dómurin hjá Navalnyj er tvey og eitt hálvt ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2022
Jean-Jacques Savin ætlaði at rógva frá Portugal til Karibia. Ferðin, sum byrjaði 1. januar, fekk um vikuskiftið ein brádligan enda
Franski rógvarin Jean-Jacques Savin varð síðsta leygardag funnin deyður á sjónum uttanfyri Asorurnar.
75 ára gamli Savin ætlaði at rógva tvørtur um Atlantshavið. Hann byrjaði ferð sína út fyri Portugal 1. januar, og var endamálið at rógva allan vegin til Karibia.
Hendan ætlanin var hansara máti at "flenna eftir aldurdóminum", hevur hann sagt.
Stutt eftir nýggjár noyddi veðrið hann at taka eina aðra leið, sum fór at leingja ferð hansara við 900 kilometrum, skrivar Ritzau.
Báturin hjá Savin var átta metrar langur og 170 centimetrar breiður. Hann hevði tvær árar og tvey lítil sovipláss. Leygardagin varð hann tó funnin deyður í bátinum. Umstøðurnar eru enn ógreiðar.
Tað var fríggjanáttina, at Savin sendi tvey neyðsignal út og boðaði frá, at hann hevði stórar trupulleikar. Hetta var seinastu ferð nakar hoyrdi nakað frá honum.
Í 2019 ferðaðist Savin eisini einsamallur um Atlantshavið í einari serligari tunnu. Hesin túrurin tók 127 dagar, og vórðu túsundatals fólk, sum fylgjdu við ferðini á Facebook.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2022
Í indiska høvuðsstaðnum New Delhi hava skúlar verið stongdir síðan mars 2020
Í mars 2020 góvu myndugleikarnir í indiska høvuðsstaðnum New Delhi boð um, at allir skúlar skuldu lata aftur orsakað av vaksandi smittutalinum. Og nú, nærum tvey ár seinni, fáa milliónir av skúlabørnum í býnum framvegis undirvísing á netinum.
Talan er um ein av longstu afturlatingunum av skúlum undir koronufarsóttini, nú næmingar hava verið heima í meira enn 600 dagar.
Stúrt hevur verið fyri, at afturlatingin kann gera gjánna millum rík og fátæk enn størri, og at mistir førleikar kunnu elva til sálarligt og kropsligt stress fyri fleiri milliónir. Hundraðtúsundatals børn frá familjum við lágari inntøku, sum ikki hava ráð til teldur, eru eisini í vanda fyri at missa atgongdina til útbúgving.
Hóast New Delhi nú letur meira upp, er tað sama ikki galdandi fyri skúlar enn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2022
John Goldsmith, ið stendur á odda fyri Anne Frank grunninum, heldur ikki, at prógv eru fyri, at Arnold van der Bergh avdúkaði goymistaðið hjá Anne Frank fyri nasistunum
Í farnun viku segði eitt lið av altjóða granskarum, at teir nú høvdu avdúkað, hvør segði nasistunum í Amsterdagm, hvar Anne Frank og fleiri aðrir jødar fjaldu seg undir seinna heimsbardaga.
Sagt varð, at tað var løgfrøðingurin, Arnold van der Bergh, sum avdúkaði, hvar Frank familjan og hini fjaldu seg.
Men John Goldsmith, sum stendur á odda fyri Anne Frank grunninum, sum pápi hennara, Otto Frank í sínari tíð setti á stovn, finst at kanningararbeiðnum. Hann sigur, at har er nógvir feilir í niðurstøðuni, og at har eingi prógv eru.
Kanningin avdúkar ikki sannleikar, men er bert villeiðandi, sigur hann sambært tíðindastovuni Reuters.
Anne Frank og sjey aðrir jødar vórðu funnir av nasistunum 4. august 1944, eftir at hava goymt seg í nærum tvey ár. Anne Frank andaðist í nasistisku týningarleguni Bergen Belsen árið eftir, 15 ára gomul.
Les eisini: Maðurin. ið avdúkaði Anne Frank, eyðmerktur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2022
Hann spælir í bestu donsku deildini, og bleiv beinanvegin ein av føstu leikarunum á liðnum hjá Amager Volley Elite
Í gjøgnum árini hava mong ítróttarfólk í Føroyum tikið av møguleikanum at halda á við teirra ítróttargrein, tá ið tey eru flutt av landinum í lestrar ella arbeiðsørindum.
Millum hesi telist flogbóltsspælarin Tróndur Høgnason Hansen úr Fuglafirði. Hann spældi við fleiri ungdómslandsliðum, og seinastu árini hevur hann verið ein av teimum berandi leikarunum hjá ÍF flogbólti, m.a. var hann við at vinna steypakappingina seinasta ár.
Tá ið hann flutti til Danmarkar seinasta summar til víðari lestur, byrjaði hann beinanvegin at venja við Amager Volley Elite, ið spælir í bestu donsku deildini. Tróndur bleiv beinanvegin ein av føstu leikarunum á liðnum, har hann spælir sum diagonalur, sama pláss, ið hann spældi í ÍF.
Venjarin hjá Amager Volley, Mads Ditlevsen, sigur, at Tróndur hóskar sera væl til teirra spælihátt. Hann hevur ment seg nógv, bæði í verjuspæli og í álopskendum servuspæli, sum er vorðið eitt av hansara sterku vápnum. Hann er blivin ein betri diagonalspælari, og kann, eftir mínari meting, menna seg til ein av bestu diagonal spælarunum í kappingini, um hann heldur á við sama ágrýtni sum nú. Hann er ein av profilunum á liðnum, og hava hini liðini eisini lagt merki til hansara.
Spurdur, hvussu honum dámar sigur Tróndur, at honum dámar væl. Vit venja eitt sindur oftari enn eg gjørdi í Føroyum, og harafturat meiri styrkivenjingar. Størsti munurin er nokk, at tey góðu liðini í deildini eru nógv sterkari enn tey føroysku, so man sleppur at spæla ímóti fleiri leikarum, sum eru nógv betri enn ein sjálvur. Og so er tað eisini stuttligt, at tað eru 10 lið í deildini, sum ger, at tað ikki verður tey somu mótstøðuliðini alla tíðina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2022
Spaniólar vóru greitt omaná eftir steðgin, har tað bæði eydnaðist at bróta seg ígjøgnum donsku verjuna og at tálma annars flótandi álopsspælinum hjá heimsmeistarunum. Spania sleppur harvið aftur at royna at verja sítt EM-gull sunnudagin
Nikolaj Jakobsen hevur verið í tveimum HM-finalum út av tveimum møguligum sum danskur landsliðsvenjari - í báðum førum endaði tað við gulli - og hann fekk eisini Danmrk í OL-finaluna í fjør.
EM-endaspølini hava tó verið vónbrot. Í 2018, ið var fyrsta endaspælið hjá lívliga venjaranum, tapti Danmark eftir longda leiktíð móti Svøríki í hálvfinaluni, fyri tveimum árum síðani gekk heilt galið - í Svøríki - tá Danmark longu varð sent heim eftir bólkaspælið, og í gjárkvøldið taptu EM-favorittarnir móti Spania eftir ein dyst við nógvum mistøkum í álopsspartinum og einum vánaligum seinna hálvleiki.
Spaniólar, ið eru í gongd við eitt ættarliðsskifti og sum manglaðu stjørnurnar Dujshebaev og Solé, spældu klókt og ágangandi verujuspæl í serliga seinna hálvleiki, tá danska álopið til tíðir stegðaði upp, og Perez de Vargas, sum eisini varð avgerandi í málinum til seinasta EM-endaspæl, tók væl - serliga frá danska vinstra vonginum, har Emil Jakobsen og Magnus Landin brendu fleiri góðar møguleikar í avgerandi løtuni.
Tað vóru teir úr Suðurevropa, ið annars byrjaðu dystin illa, sum høvdu yvirskotið. Teir tyktust ógvuliga væl fyrireikaðir, og eftir at Spania kom á odda við tveimum í 42'minutti, megnaði Danmark ongantíð at fáa javnvág í aftur, og harvið skal Spania sunnudagin spæla sína fjórðu EM-finalu á rað - liðið hjá Jorge Ribeira vann bæði í 2020 og 2018.
Danir eru vónbrotnir. Teir vóru favorittar at vinna EM, men nú skulu teir royna at hugsavna seg um at fáa bronsuna heim.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2022
Eitt frálíkt svenskt avrik sendi liðið víðari í sína finalu nummar tvey innan eitt ár. Talan var um eina ógvuliga spennandi hálvfinalu millum tey søguliga sterkastu EM-londini í manshondbólti
Tað vóru tey bæði mest vinnandi londini í EM-søguni, ið hittust í seinnu hálvfinaluni í Budapest í gjárkvøldið.
Sviar vunnu fýra útav teimum fyrstu fimm EM-endaspølunum - tað fyrsta var í 1994, og síðani hava tey verið annaðhvørt ár. 2002 var seinasta veruliga skotið hjá Bengan Boys, ið eru víðakendir í hondbóltsheiminum. Tá vann Svøríki gull á heimavølli. Fýra ár seinni vann Frakland sítt fyrsta EM-gull, og eisini víðakendur "Les Experts" skiftust síðani við Danmark um hetta fram til og við 2014.
Síðani hevur Frakland ikki verið í einari finalu um evropameistarheiti. Spania hevur verið í hvørjari síðani, og spaniólar vunnu EM í 2018 og 2020. Eftir sigurin á Danmark fyrr í gjárkvøldið er greitt, at teir sleppa at royna at verja heitið sunnudagin, og mótstøðuliðið hjá Spania skuldi finnast stutt aftaná.
Tað var Frakland, ið var favorittur, og fraklendingar løgdu eisini nógv betri fyri og komu skjótt á odda við fýra málum (6-2) Men sviar mentust, løgdu seg á odda 11-10 og tá støðgurin kom var munurin trý mál.
Frakland stríddist allan seinna hálvleik fyri at fáa fatur á Svøríki, men munurin lá tað mesta og skifti ímillum tvey og trý mál. Svenski spælskiparin Jim Gottfriedsson vísti vegin við frálíkum uppleggum og níggju málum, ið øll vóru góð, og 29-ára gamli maðurin við 24-talinum á rygginum legði allatíðina trýst á fronsku verjuna.
Aðrir yngri leikarar tóku eisini av álvara ábyrgd, sum til dømis Karl Wallinius, Jonathan Carlsbogard, og so var tað Andreas Palicka í málunum, ið tók væl frá, í mun ti lfronsku málverjarnar, ið tóku minni enn tíggju prosent samanlagt.
Stórspælandi Jim Gottfriedsson í fagnaði (Mynd: EPA)
Royndi málverjin kom til Budapest úr Bratislava seinnapartin - beinleiðis úr sóttarhaldi, sum hann varð settur í eftir dyst í vikuskiftinum. Andreas Palicka hevði fleiri stórbjargingar, skoraði eisini trý mál í fyrra hálvleiki við at kasta í tómt mál og var harvið toppskjútti eina løtu.
Við spennandi Aymeric Minne á odda kom Frakland á minus eitt tvær ferðir innan seinastu tríggjar minuttirnar, men Palicka hevði eina stórbjarging við beininum og bjargaði eisini trygt seiansta skotinum í dystinum. So kundu hann og sviar stórfegnast um finalupláss og møguleikan at vinna sítt fyrsta gull í tjúgu ár.
Liðið hjá Glenn Solberg skal sunnudagin royna at koppa Spania av evropeisku trúnuni. Fraklendingar skulu spæla móti dønum um bronsuna.
Sunnudagin 30.01
(Bronusdystur) 14.30: Danmark - Frakland
(Finala) 17.00: Spania - Svøríki
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2022
Danmark vann 35-23 ímóti Hollandi mánadagin. Føroyski vongurin skeyt sjey mál
Tað var við føroyinginum Jóhan á Plógv Hansen á liðnum, at danir mánakvøldið vunnu 35-23 ímóti Hollandi.
Jóhan hevur sitið uttanfyri hópin síðani fyrsta dystin í endaspælinum, men var í mánadagin við aftur. Orsøkin var slysni, fipurskaði, sum 27 ára gamli havnarmaðurin hevur drigist við.
Danir vóru á odda 21-12 í hálvleikinum, og vunnu sum nevnt dystin 35-23.
(Mynd: EPA)
Jóhan á Plógv Hansen var tryggur í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki haltaði við at fáa bóltarnar inn. Hann gjørdi tað kortini gott, og skeyt sjey mál í dystinum.
Við sigrinum tryggjaði Danmark sær pláss í hálvfinalunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2022
Norðmenn vóru á odda við seks málum beint fyri steðgin, men Svøríki vann seinna hálvleik greitt, og seinastu góðu fimm minuttirnir 4-0 og spældi seg harvið í EM-hálvfinaluna
Póland megnaði akkurat ikki at knógva Spania týsdagin, og so varð lagt upp til beinleiðis skandinaviska finalu í Bratislava tá Svøríki og Noreg hittust týskvøldið.
Vinnarin tók hálvfinaluplássið í EM-endaspælinum, taptin var úti - Noreg hevði nóg mikið við javnleiki.
(Mynd: EPA)
Tað sá leingi út út til, at Sander Sagosen og hinir fóru at megna tað. Noreg var greitt omaná í fyrra hálvleiki móti sviium, ið fingið lítið burturúr í sínum spæli. Beint fyri steðgin var munurin seks mál, men Svøríki fekk tó minkað um munin til eitt mál.
Í seinna hálvu gekst betri hjá svensku HM-silvurvinnarunum, og komu teir einaferð á 17-18. Noreg økti tó um munin aftur, og kom aftur á pluss fýra. Sviar hildu tó áfram at stríðast, og seinastu sjey minuttirnar vann liðið hjá Glenn Solberg - norska venjaranum hjá Svøríki - 6-1. Teir seinastu minuttirnir varð støðan 4-0, og Valter Chrint avgjørdi við brotsskasti heilt ímóti endanum.
(Mynd: EPA)
So var stórur fagnaður á teimum í gulum, meðan norðmenn irðaðu seg - Noreg var í finaluni til seinasta EM-endaspælið.
EM-høvuðsumfar - bólkur 2
4. og seinasta umfar - týsdagin 25. januar:
Póland - Spania 28-29
Týskland - Russland 30-29
Svøríki - Noreg 24-23
Støðan:
Spania 8 stig
Svøríki 8 stig
Noreg 6 stig
Týskland 4 stig
Russland 3 stig
Pólland 1 stig
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2022
Tað sá leingi gott út hjá dønum - og íslendingum - í seinasta dystinum í høvuðsumfarinum, men fraklendingar tóku eitt ordans tak seinastu løtuna. Harvið er greitt, at Frakland og Svøríki skuldu spæla aðru hálvfinaluna fríggjakvøldið og Danmark og Spania og hina
Møguleiki er fyri einari skandinaviskari EM-finalu í hondbólti, men tað varð ikki sum nógv hondbóltsáhugað í Føroyum og Norðanlondum annars vónaðu: At Ísland eisini fór at verða at síggja í hálvfinalunum í gjárkvøldið.
Íslendingar greiddu sína skyldu á sannførandi hátt seinnapartin mikudagin við tíggju-máls sigri á Montenegro. Síðani snúði tað seg um at bíða og halda við Danmark, og tað var nær við at bera á mál.
Av tí at Danmark longu hevði tryggjað sær hálvfinalupláss, hevði Nikolaj Jakobsen valt at spara bakkarnar Mikkel Hansen, Mathias Gidsel og strikuleikaran, og týdningarmikla miðverjan, Magnus Saugstrup til dystin móti Fraklandi. Hetta sást tó ikki heilt stóran part av dystinum. Danir løgdu nógv betri fyri, og vóru á odda so at siga allan dystin, og í bakketuni vóru Niklas Kirkeløkke, Jacob Holm og Rasmus Lauge til tíðir stórspælandi.
Í steðginum var munurin fimm mál, og hóast franska álopsspælið var sannførandi eftir steðgin, so bendi framvegis heldur lítið á, at OL-vinnararnir fóru at koma aftur. Tá tíggju minuttir vóru eftir var støðan 27-23, men so stegðaði danska álopsspælið á, og fraklendingar tóku av álvara dik á seg og hildu høvdið kalt seinastu løtuna. Danir gjørdu mistøk og blakaðu sigurin burtur.
- Takk fyri einki, skrivaði visir.is eftir tapið hjá Danmark, og í Danmark og í donsku leguni iðraðu tey seg um, at liðið ikki vann tann sjeynda út av sínum sjey dystum í endaspælinum, og at fyrsta plássið í bólkinum glapp teimum av hendi. Hetta er tó ikki als eins stórur smeitur, sum tað var fyri Ísland, ið var so nær við at koma til hálvfinaluna eftir eitt endaspæl við millum annað nógvum koronutrupulleikum.
29-30 ósigurin merkti, at Danmark skuldu spæla móti tvífaldu evropameistarunum Spania í gjárkvøldið. Hin hálvfinalan varð millum Frakland og Svøríki, so møguleikin fyri reinari norðurlendskari finalu var framvegis ein møguleiki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2022
Eftir ætlan skal A-landsliðið við monnum spæla tveir landsdystir á venjingarleguni, sum verður í Suðurspania frá 21. til 30. mars
Sum liður í fyrireikingunum til dystirnar í UEFA Nations League, sum verða spældir í juni og september mánað, fer A-landsliðið í fótbólti við monnum á venjingarlegu í Suðurspania frá 21. til 30. mars.
Umframt venjingar, verða eisini tveir venjingardystir á skránni. Leygardagin 26. mars klokkan 17, føroyska tíð, spæla Gibraltar og Føroyar á Victoria Stadion í Gibraltar, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 29. mars klokkan 16, føroyska tíð, møtast Liktinstein og Føroyar á Pinatar Arena í Pinatar í Spania.
Síðani føroyska A-landsliðið við monnum fór upp í altjóða fótbólt, hava vit møtt Gibraltar eina ferð, og Liktinstein seks ferðir. Og úrtøkan ímóti hesum báðum londunum hevur higartil verið góð. Føroyar hava vunnið allar dystirnar, við málmuninum 20-5 samanlagt.
Í summar verður farið undir UEFA Nations League kappingini. Fýra dystir eru á skránni í juni mánað, og tveir dystir verða spældir í september.
Føroyar eru í bólki C1, saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava. Fyrsti dysturin verður á útivølli hósdagin 4. juni móti Turkalandi. Síðan eru tveir heimadystir á skránni móti Luksemborg og Litava ávikavist 7. og 11. juni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2022
20 ára gamal verjuspælari kemur til B36 úr Lyngby Boldklub. Felagið hevur gjørt leigusáttmála sum er galdandi fyrru kappingarhálvu
B36 og Thor Høholt hava gjørt sáttmála, sum inniber at verjuspælarin verður partur av B36 fyrru kappingarhálvu.
20 ára gamli Thor Høholt hevur fingið sína fótbóltsuppaling í FC Nordsjælland og Lyngby Boldklub, har hann eisini hevur verið partur av hópinum kring besta liðið. Hann verður lýstur sum ein skjótur verjuspælari, sum bæði er sterkur í luftini og við bóltinum fyri føturnar.
B36 sigur, at høvuðsvenjarin, Dan Brimsvík, hevur samskift við Thor og Lyngby í eina tíð, og sjálvur sigur verjuspælarin, at hann gleðir seg at koma til Føroya.
- Eg havi valt at royna meg hjá B36, tí eg haldi, at hetta er eitt gott ítróttarligt ”match” og eitt gott stig á leiðini í míni i ítróttarligu menning. Eg havi havt fleiri samrøður við Dan, og tað er við eini góðari kenslu, at eg nú seti kós móti Føroyum, sigur Thor Høholt við B36 heimasíðuna.
Hetta er í fyrsta lagið ein leigusáttmáli, sum er galdandi fram til 1. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2022
Eftir at hann í fjør spældi við HB, verður 24 ára gamli Michal Przybylski aftur at síggja í hvítum hetta kappingarárið
Tað bleiv ikki meira enn eitt ár í HB hjá 24 ára gamla Michal Przybylski. Nú hevur hann aftur skrivað undir við B36, og verður at síggja í hvítum hetta kappingárið.
Michal kom til B36 á sumri í 2018 og leikti við B36 til og við kappingarárið 2020, tá hann fór til grannarnar í HB at spæla.
Michal Przybylski hevur áður eisini umboðað B68 og Skála í bestu mansdeildini.
(Mynd: B36)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2022
24 ára gamli Agustín Marsico hevur royndarvant við AB síðstu vikuna og spælt við í venjingardystum. Nú hevur hann skrivað undir eitt árs sáttmála við argjamenn
Argja Bóltfelag hevur hesa vikuna skrivað undir við fleiri leikarar. Ein teirra er ein áleypari úr Argentina.
Navnið er Agustín Marsico, og hann hevur skrivað undir við argjamenn fyri kappingarárið 2022.
Agustín, sum er 24 ára gamal, hevur royndarvant síðstu vikuna, og spælt við í venjingardystum ímóti B68 og EB/Streymi. Talan er um ein kvikan leikara við góðum, tekniskum eginleikum, sigur AB.
Argentinin hevur spælt við Naples United í Florida í USA, áðrenn hann nú er komin hendan vegin og á Argir at royna seg.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2022
Argjamenn hava skrivað undir við fleiri leikarar seinastu dagarnar
Mánakvøldið bleiv argentinski áleyparin, Agustín Marsico, kunngjørdur sum nýggjur AB-leikari, og hóskvøldið varð greitt, at hann fær ein landsmann sum liðfelaga.
Argentinski miðvallarin, Franco Burset, hevur nevniliga eisini skrivað sáttmála við AB fyri kappingarárið 2022.
Franco er 21 ára gamal, ættaður úr Buenos Aires, og kann bæði spæla sum verju- og álopskendur miðvallari. Síðstu árini hevur hann, eins og hinir nýggju útlendingarnir, spælt í USA.
Seinasta felagið hjá Franco var Rutgers-Camden Raptors.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2022
Jobin Drangastein og Mikkjal T. Hentze spæla við besta mansliðnum hjá AB hetta kappingarárið
AB kunngjørdi fyrst í vikuni, at tveir av teirra royndu leikarum, Jobin Drangastein og Mikkjal T. Hentze, finna gaggurnar framaftur og verða við í Betrideildarhópinum í 2022.
- Báðir hava verið við til at myndað okkara besta manslið í nógv ár, áðrenn teir góvust á besta liðnum við kappingarenda í 2019. Í 2020 spældu báðir nakrar heilt fáar dystir, tá tað stóð á við fólki, men í ár hava báðir játtað seg til at spæla alt kappingarárið 2022 saman við okkum, skrivar AB.
Jobin Drangastein er 31 ára gamal og uppvaksin í AB. Við sínum 252 dystum fyri besta mansliðið er tekniski miðvallarin við góða spælskilinum tann leikarin, sum í søgu felagsins hevur spælt næstflestar dystir fyri AB.
Mikkjal T. Hentze er 35 ára gamal, ættaður úr Skálavík og uppvaksin í B71. Síðani 2012, tá hann fyrstu ferð kom út á Argir, hevur hann spælt heili 172 dystir fyri besta mansliðið, sum merkir, at hann er tann leikarin við fimtflestum dystum fyri AB. Mikkjal er kendur sum drúgvur og arbeiðssamur miðvallari, men seinnu árini hevur hann eisini verið at sæð í verjuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2022
Tvørámaðurin flytir úr triðbestu deildini í Noregi til bestu deildini í Íslandi
26 ára gamli tvørámaðurin Patrik Johannesen hevur skrivað sáttmála við íslendska fyrstudeildarfelagið Keflavík. Tað skrivar Morgunblaðið.
Patrik hevur hetta seinasta árið spælt við Egernsund í triðbestu norsku deildini, har hann skjeyt 13 mál í 21 dystum. Áðrenn tað spældi hann við KÍ.
Patrick er av Tvøroyri og er uppvaksin í TB. Hann hevur eisini spælt við FC Suðuroy, AB, B36 og norska felagnum Florø.
Hann hevur spælt 12 A-landsdystir. Seinastu ferð boð vóru eftir Patrik Johannesen, var seinasta vár, tá Føroyar spældi tveir útidystir móti Eysturríki og Skotlandi. Í báðum førum byrjaði hann á beinkinum og varð skiftur inn í øðrum hálvleiki.
Keflavík spælir í bestu deildini í Íslandi. Felagið gjørdist nummar 10 seinasta kappingarár, og kláraði sostatt akkurát at sleppa undan niðurflyting.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2022
Gøtumaðurin avloysir Christian Høgna Jacobsen sum hjálparvenjari hjá Lene Terp. - Uppgávan at lyfta og menna føroyskan kvinnufótbólt og fótbólt yvirhøvur er stór, og eg eri glaður fyri at kunna vera við á tí ferðini
- Uppgávan at lyfta og menna føroyskan kvinnufótbólt og fótbólt yvirhøvur er stór, og eg eri glaður fyri at kunna vera við á tí ferðini. A-landsliðið hjá kvinnum er eisini í menning, og eg haldi sum heild projektið vera spennandi og vert at satsa uppá. So eg gleði meg ordiliga nógv til at koma í gongd.
Soleiðis sigur Svenn Ó. Olsen, ið er nýggjur hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum.
Gøtumaðurin avloysir Christian Høgna Jacobsen, sum hevur verið hjálparvenjari síðsta árið, og sum við ársskiftið takkað fyri seg.
Christian Høgni Jacobsen var í 2021 hjálparvenjari hjá Lene Terp (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
50-ára gamli Svenn Olsen hevur UEFA A-venjaraprógv og drúgvar royndir sum høvuðs- og hjálparvenjari í føroyskum fótbólti. Hann hevur staðið á odda fyri liðum í bestu kvinnudeildini, í 1. deild hjá monnum, hevur verið høvuðsungdómsvenjari, og í seinnu hálvu í 2020 og í 2021 var hann hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá Víkingi.
Fótbóltssamband Føroya skrivar á heimasíðu sínari, at Svenn í mong ár eisini hevur verið virkin og áhugaður í bestu kvinnudeildini, og hann gleðir seg nú til at royna seg í nýggja leiklutinum.
Nýggi hjálparvenjarin verður við til sína fyrstu A-landsliðsvenjing nú mánakvøldið, tá kvinnurnar seta hol á fyrireikingarnar til venjingarleguna í Marbella í februar. Á venjingarleguni skulu kvinnurnar spæla vinardystir móti Gibraltar og Norðurírlandi, áðrenn HM undankappingin verður tikin upp aftur í apríl.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2022
Fríggjadagin 25. og leygardagin 26. februar skipar Fótbóltssamband Føroya fyri árligu ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt
Um alt gongur eftir ætlan, og koronafarsóttin hevur lagt seg, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri árligu ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt seinasta vikuskifti í februar mánað.
Stevnan er ætlað øllum barna- og ungdómsvenjarum, uttan mun til royndir ella útbúgving. Einasta krav er, at viðkomandi hevur áhuga fyri barna- og ungdómsvenjing, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuna.
Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt høvið at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðinum við barna- og ungdómsvenjing.
Høvuðsnavnið á ráðstevnuni í ár eru venjarar frá Coerver Coaching, sum koma at hava bæði fyrilestrar og venjingar. Harumframt vera framløgur frá føroyskum undirvísarum eisini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2022
Í dag verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki. Tað verður í Høllini á Hálsi. Áskoðarar eru loksins við aftur
Í dag, leygardagin 29. januar, verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn.
12 lið eru tilmeldað hesa kappingina. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.
Kappingin byrjar klokkan 13 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum og kvinnuunglingum.
Dyrnar lata upp fyri áskoðarum klokkan 12.30. Kappingin verður eisini stroymd og leinki verður at finna á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum www.fimleikur.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2022
B36 SummarCup, Virkin Vágur og Fótbóltsskúlin við Stórá eru øll mennandi og fevnandi átøk, sum eru í uppskoti til fáa heiðurin ÍtróttaÁtakið 2021 á ÍtróttaFagnaðinum
ÍtróttaÁtakið 2021 verður latið einum persóni, felagi, sambandi ella øðrum, sum hevur tikið stig til eitt átak, ið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum á serstakan hátt.
B36 SummarCup hevur nú fleiri ár á baki, og er ein fótbóltskapping, sum sera nógvar føroyskar familjur gleða seg til. Hóast stevnan er skipað sum ein kapping, so er lagt upp til eitt sosialt og fevnandi tiltak, har góð sambond millum ymisk lið verða skapað.
Styrkin við hesum átakinum er, at øll kunnu luttaka – ítróttarliga er tað ein sera góð og mennandi kapping fyri luttakarnar, serliga tí at hvørt lið fær so nógvar dystir og harvið spælitíð, áðrenn liðini verða sligin út, og um hugsað verður um trivnaðin millum luttakararnar og sosialu sambondini, so er SummarCup nakað heilt serligt - sera gevandi og mennandi. Nakað, sum luttakandi børnini taka heim við og leggja afturat teirra fótbóltsminnum.
Virkin Vágur er nýhugsandi átak, sum vardi allan februar mánað. Yvirskipað snúði Virkin Vágur seg um, at sjóneykan varð sett á heilsuna hjá borgarum í Vági, og at tað er borgarin sjálvur, sum ger av, hvussu nógv verður gjørt burturúr – nøkur settu sær høg mál, meðan onnur vóru virkin 10 minuttir meira hvønn dag. Saman við Vágs Kommunu vóru ítróttafeløg og einstaklingar í Vági og Fólkaheilsuráðið um Virkin Vágur átakið.
Orsøkin til at Virkin Vágur eydnaðist so væl, var tí at alt var ókeypis, og øll kundu luttaka, bæði ung, vaksin, gomul og fólk við rørslutarni. Átakið var í høvuðsheitum bygt á ABC hugtakið um kropsliga og sálarliga heilsu, har dentur var lagdur á Ver virkin, Ver saman og Ver hugbundin, umframt at dentur var lagdur á, at heilsa og rørsla skuldi verða stuttligt, og tað skuldi vera eitt breitt úrval av rørslutilboðum.
Fótbóltsskúlin við Stórá, ið TB skipar fyri, savnar hvørt ár ungdómin úr øllum landinum til nakrar stuttligar og mennandi dagar við Stórá í Trongisvági.
Á fótbóltsskúlanum verður dentur lagdur á, at hvør einstakur leikari skal fáa avbjóðingar í mun til tað støði, sum viðkomandi er á. Á hvørjum ári verður roynt at fáa spennandi útlendskar venjarar til fótbóltsskúlan. Higartil hava tað verið venjarir frá m.a. Hollandi, Týsklandi, Onglandi og Spania.
Umframt at dentur altíð verður lagdur á, at luttakararnir fáa góða og mennandi venjing, so verður eisini stórur dentur lagdur á tað sosiala, og millum annað at hugnakvøld er fyri øllum luttakarunum við tónleiki, spølum o.a.
Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaÁtakið 2021 eina peningaupphædd á 15.000 krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2022
Ítróttarfagnaðurin verður leygarkvøldið 5. februar, og verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum
Á ÍtróttaFagnaðinum hjá ÍSF verður stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, viðurkent við heiðurslønini ÍtróttaFelagsskapurin 2021. Her ber til at skjóta upp eitt vælvirkandi felag ella samband, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.
Føroya Styrkisamband, EB/Streymur og kappróðrafelagið NSÍ eru í uppskoti til viðurslønina ÍtróttaFelagsskapurin 2021, sum verður latin á ÍtróttaFagnaðinum tann 5. februar.
Føroya Styrkisamband er yngsta sambandið í ÍSF. FSS bleiv stovnað sum menningarsamband í desember 2019, og hevur tí einans tvey ár á baki. Tó hevur FSS hesa stuttu tíð veruliga megnað at fáa fótin fastan í føroyska ítróttaumhvørvinum.
Føroya Styrkisamband hevur megnað at savna ein stóran part av kraftítróttini í ein felagsskap, og skipað hevur verið fyri kappingum innan ymiskar greinar her í Føroyum, umframt at almennar føroyameistarakappingar eisini hava verið.
FSS hevur eisini luttikið í kappingum uttanlands, har teirra íðkarar hava fingið sera góð úrslit, og í 2021 vunnu føroyskir íðkarar bæði gull og silvur til Danmarks meistraraheiti í vektlyfting.
Eisini hevur FSS skipað fyri bæði venjara- og dómaraskeiðum, umframt at arbeitt hevur verið við eini úrslitaskipan, so føroysk met o.a kunnu gerast almenn.
Í desember 2021 fekk Føroya Styrkisamband tilsøgn um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlendska Styrkisambandinum NTF.
EB/Streymur er ein felagsskapur, ið fevnir um bæði breidd og elitu. Felagið er sera virkið innan barna- og ungdómsfótbólt, og hevur saman við Eiðis kommunu og Sunda kommunu megnað at skipa góðar karmar fyri virksemið hjá sær.
EB/Streymur hevur valt at brúka góðu karmarnar til at taka eina stóra samfelagsliga ábyrgd, og hevur valt at bjóða ungdóminum inn í felagshúsið til annað enn bert fótbólt. Ítróttahúsið við Margáir virkar í dag sum eitt ungdómshús, har hópin av børnum og ungum savnast til ymisk ítriv - eisini børn og ung, sum ikki íðka fótbólt.
Kappróðrafelagið NSÍ hevur undanfarna ár skarað framúr við sínum hjálpsemi og arbeiði fyri føroyskum kappróðri. Felagið er kent fyri hjálpsemi og fyri at taka eyka tøk, tá ið á stendur.
At skipa fyri kappróðri er bæði tíðarkrevjandi og stundum møtumikið. Hóast hetta, megnaði felagið í summar at loysa nærum ómøguligu uppgávuna at skipa fyri FM kappróðri við sera stuttum skotbrái á einans tveir dagar.
Felagið átók sær hesa stóru uppgávu føroyskum kappróðri at frama, og loysti uppgávuna fyrimyndarliga væl. Nevnd og hjálparfólk taka ábyrgd og leggja lunnar undir eitt gott og mennandi umhvørvi fyri sínar limir og íðkarar, har jaligheitin er í hásæti. Kappróðrarfelagið NSÍ ger eitt sera gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.
Felagið hevur dirvi at droyma stórt og øðrvísi, og er við til at fevna øllum teimum, ið hava áhuga fyri kappróðri. Við síni nýhugsan hevur felagið upp á stutta tíð megnað at fleirfalda talið á íðkarum. Umframt bestu venjaraumstøðurnar veitir felagið sínum rógvarum trúfastan og treytleysan stuðul. Felagskapur og trivnaður eyðkenna felagið, og stórur dentur verður lagdur á at savna manningarnar og viðhaldsfólk bæði áðrenn og eftir hvørja kapping.
Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaFelagsskapurin 2021 eina peningaupphædd á 15.000 krónur. ÍtróttaFagnaðurin verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 5. februar kl. 20.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald