Leygardagur 05. mars 2022 | Nr. 10 | Árgangur 3 | Kr. 0,00
SíÐa 51
SíÐa 11
SíÐa 52
SíÐa 4
SíÐa 88
SíÐa 80
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Stóri fólkavøksturin, sum Føroyar hava upplivað seinastu árini er við at gerast ein trupulleiki.
Formaðurin í Búskaparráðnum var deiliga bersøgin, tá hann í sambandi við framløguna av várfrágreiðing ráðsins, royndi at greiða frá trupulleikunum við óvgusliga prísvøkstrinum á húsum og íbúðum, sum vit hava upplivað í Føroyum hesi seinastu árini.
Orsøkin til at ein ung familja í dag skal rinda so nógv meira nú enn ættarliðið undan teimum er, at ráðandi politikarar, kanska serliga kommunalpolitikarar, ikki hava megnað at nøkta tørvin á býlum og grundstykkjum til landsins íbúgvar.
Fróði Magnussen vísti eitt nú á, at meðan fólkatalið í árunum 2014 til 2021 er vaksið við meira enn 5.500 fólkum, eru bara bygdar 1.440 nýggjar búeindir í sama tíðarskeiði. Hetta er ov lítið – tað skuldi verið minst 2.000 búeindir.
Avleiðingin av trotinum á bústøðum ger, at sethúsaprísirnir verða trýstir so langt upp, at trupult er hjá ungum familjum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin, vísir Búskaparráðið á.
“Hetta merkir, at peningalig ogn verður flutt frá ungum familjum, sum skulu seta búgv fyri fyrstu ferð til tey, ið frammanundan eru fíggjarliga væl fyri og hava stórt frívirði í sethúsunum”, stendur at lesa í frágreiðingi, har tað eisini verður víst á, at bústaðarmangulin kann ”forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri komandi árini”.
Vónandi eru tað lands- og kommunalpolitikarar, sum eftir henda uppsangin frá Búskaparráðnum fáa eyguni upp fyri hvussu neyðugt tað er at hava ein bústaðarpolitikk.
Tað er undarligt, at bústaðarpolitikkur ikki hevur verið eitt evni í Føroyum gjøgnum tíðirnar. Í øðrum londum hevur hetta økið sítt heilt egna málaráð. Tað átti at verið áhugin hjá landsins stýri at havt ávirkan á og eina ætlan fyri hvussu vit búgva og at tryggja at allir landsins borgarar hava møguleika fyri at skaffa sær eitt heim.
At seta sær fyri – eins og gjørt var fyri eini 10 árum síðani – at gera eina miðvísa ætlan fyri tilflyting til landið uttan í álvara at hava eina ætlan fyri hvussu og hvar hesi fólkini skulu búgva, var eitt mistak. Tað síggja vit í dag.
Ein roynd var gjørd, nevniliga at umskipa táverandi Húsalánsgrunnin til eitt bústaðarfelag, sum skuldi standa fyri bygging og umsiting av leigubústøðum og ganga undan í íbúðarpolitiskum spurningum. Tíverri vóru tað útleigarar – onkur hevur eitt ljótari heiti fyri hesi fólk – sum fingu ilt í ein ávísan afturpart av, at tað almenna nærkaðist seg teirra øki, og tað fekk at enda borgarligu flokkarnar til at seta felagnum Bústaðir fótin fyri hurðina. Tilgongdin støðgaði, verkætlanir vórðu sleptar og arbeiðir steðgaði og vórðu útsett til hesir politikarar høvdu tryggja hesum fyritøkum rættin at sleppa við og meirkostnaður varð lagdur á hesa bygging, til byggiharrarnar at stinga í egnan lumma sum avkast.
Spell, at politiska skipanin í slíkum førum setir tørvin hjá vanliga borgaranum til viks fyri at tryggja nøkrum fáum ein vinning.
Men glottar eru at síggja. Tað eru víðskygdar kreftir í gongd, sum veruliga seta sær fyri at gera nakað við átroðkandi bústaðartrupulleikan, samstundis sum hesi eisini vísa sans fyri tí faðurfrøðiliga og arkitektoniska heldur enn einans at hava skjótan vinning fyri eygað.Tað er at fegnast um.
Arbeitt hevur verið alla vikuna at rudda vegin aftur. 200 metrar av bilverju fóru
Leygardagin hendu tvey ógvuslig skriðulop oman fyri vegnum til Elduvíkar. Orsøkin var nógva regni, og at blot kom í kavan, ið hevði ligið leingi. Heilt stórar nøgdir av tilfari kom oman á vegin, og umleið 200 metrar av bilverju er farin.
Tað var stórt arbeiði at rudda vegin fyri tilfari. Landsverk hevur mett, at tað lupu um 5.000 rúmmetrar í størru skriðuni og 2.000 í teirri minnu.
Fólkini í Elduvík vórðu avbyrgd líka til mánadagin, tá teir fyrstu bilarnir kundu koyra aftir vegnum aftur, leiddir av akførum hjá Landsverki. Arbeitt hevur verið alla vikuna við at umvæla vegastrekkið aftur, og meðan arbeiðið er farið fram, hevur vegurin verið stongdur, og tað hevur bert verið loyvt at koyrt ígjøgnum nakrar ávísar tíðir á degnum.
Í gjár varð boðað frá, at tað nú aftur er møguligt at koyra frítt á Elduvíksvegnum. Men arbeiðið er als ikki liðugt enn. Eitt ávíst uppbyggingararbeiði skal gerast, og ein á skal leiðast gjøgnum nýtt rør undir vegnum. Tí kunnu elduvíkingar og fólk við ørindum í Elduvík rokna við, at vegurin verður stongdur í tíðarskeiðum hesar komandi vikurnar.
Jens Kristian Vang tók myndirnar:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2022
Hóast Michelin-matstovan flytir til Grønlands í tvey ár, verður partur av Koks-manningini eftir í Føroyum og fara at manna tvær matstovur heima í Havn
Manningin á Koks, sum ikki verður send út til tænastu í Ilimanaq í Grønlandi, kemur komandi tíðina at rokast Heima í Havn, tí tað verður fólk við tilknýti til Michelin-heiðraðu matstovuna, sum frameftir koma at manna tær báðar matstovurnar Ræst og Fútastovu í Gongini í Havn.
Ræst varðveitir navnið, men navnið á matstovuni í Fútastovu verður Roks, eins og hon hevði eitt stutt skifti í byrjanini av korona-farsóttini.
- Tað verða kokkar og tænarar hjá Koks, sum koma at virka í hesum báðum matstovunum, greiðir Karin Visth, høvuðsvíntænari á Koks frá. Hon sigur, at tey bæði Poul Andrias Ziska leingi hava arbeitt við hesi ætlanini.
- Hetta snýr seg eisini eitt sindur um at fáa eitt støðugt virksemi í fyritøkuna. Koks er ikki virkið alt árið, og við Ræst og Roks beinleiðis tilknýttum Koks, kunnu vit nú geva okkara starvsfólki meira støðugt arbeiði, og harvið eisini halda upp á starvsfólkini, sigur Karin Visth.
Komandi tvey árini, tá Koks verður staðsett norðaliga í Grønlandi, verður ‘vertíðin’ eisini rættiliga stutt, tí virksemið er bundi av, at siglandi er til lítlu bygdina Ilimanaq sunnan fyri Ilulissat, hinumegin munnan til nógv vitjaða Ísfjørðin.
Koks letur sostatt upp 12. juni, tá tað er ísfrítt út fyri bygdina, og opið verður eina viku inn í september mánað, tá latið verður aftur fyri veturin og várið.
Karin Visth og Poul Andrias Ziske, her saman við Jóannesi Jensen, stjóra í Gist & Vist
Poul Andrias og Karin raka yvir í Ræst
Umframt at hava ábyrgdina av matarskránni og upplivingunum á Koks í Grønlandi, koma Poul Andrias Ziska og Karin Visth komandi tvey árini eisini at vera leiðarar fyri matstovuni Ræst, sum lat aftur í núverandi líki farna vikuskiftið, fyri at lata uppaftur við nýggjari “Koks-matskrá” 10. mars.
Roks letur upp 24. mars undir leiðslu av litavanum Mantas Vaidelis, sum verður høvuðskokkur, og dananum Lars Brønden Nicolajsen, sum verður matstovuleiðari. Báðir hava arbeitt í nøkur ár á Koks, upplýsir Karin Visth.
Tað, at tað nú vera Michelin-kokkarnir, sum koma at rokast í køkinum í Nýggjustovu merkir, at maturin á Ræst verður nakað øðrvísi.
- Tað verður framvegis ræstur matur, men gestirnir kunnu rokna við eitt sindur øðrvísi matarskrá, enn teir hava upplivað hesi árini síðan Ræst lat upp. Vit ætla okkum ikki at vera so bundin av, at tað skal vera føroyskt.
Ræsing er ikki serføroyskt
- Matur verður jú fermenteraður í øðrum londum eisini. Á okkara ferðum við Koks kring heimin hava vit upplivað spennandi fermenteraðan mat frá øðrum heimspørtum. Eitt nú høvdu vit ein koreanskan kokk, meðan Koks var opin í Singapore, sum vísti okkum hvussu koreanar fermentera.
- Í løtuni arbeiðir Poul Andrias við at gera royndir við ymsum formum fyri fermentering, so at vit kunnu seta eina spennandi matskrá saman á høgum, men røstum, støði, sigur Karin Visth.
- Tað, sum vit fara at bjóða av drekkandi, fer eisini at bera brá av fermentering, leggur hon afturat.
Annars verður konseptið við, at ein bara kann keypa eina matskrá, tað sama, men ætlanin er sjálvandi, at henda matskrá skal fornýggja seg alla tíðina. 22 pláss eru á matstovuni Ræst.
Karin Vist dylir ikki fyri, at málsetningurin er, at Ræst skal gerast tann nýggja gourmet-matstovan, sum fólk fara at leita eftir í Føroyum í framtíðini.
Dentur á sjógæti og vín
Roks verður eitt sindur meira ‘casual’, tó at talan er verður um eina matstovu, har vínúrvalið verður á sera høgum støði.
- Vit hava ein rættiliga væl útgjørdan vínkjallara við góðum, saftigum, bistro-vínum og eisini dýrum vínum upp til 35.000, ja, enntá yvir 50.000 krónur fyri fløskuna. Men vit fara at leggja okkum eftir, at tað skal vera møguligt at keypa vín í glasi, so at tað ikki verður neyðugt at seta seg fyri eina heila fløsku.
Roks fer eisini at satsa upp á gestir, sum koma fyri at smakka vínið, tey hava at bjóða.
- Vit fara at innrætta loftið í Fútastovu sum vínstovu, har gestir, sum koma fyri at royna vínið,og eta smárættir afturvið, verða sessaðir. Hini koma at sita í matstovuni í neðra, har pláss er fyri 40 gestum. Møguleikarnir at velja ímillum eru tveir. Tann lítla menu’in kallast ‘ikki roksa’ tann stóra eitur ‘vit fara til stroks á Roks’.
Tóroddur myndar roksið
Heitini eru merkt av, at yrkjarin og myndlistamaðurin Tóroddur Poulsen, hevur staðið fyri grafiska samleikanum á hesi matstovuni. Hansara listaverk kunnu upplivast á heimasíðuni, roks.fo, har tað eisini ber til at síggja stórfingnu vínskránna.
Maturin á Roks verður sjógæti, altso fiskur og skeljadjór við meira.
Í framtíðini, tá og um Koks vendir aftur til Føroya, er ætlanin at tað skal vera eitt slag av samværi – symbiosu – millum Koks og Roks so at rávørurnar kunnu gagnnýtast í størri mun.
- Ofta vil tað vera so, at Koks bara brúkar ein lítlan part av einum fiski. Ætlanin er so, at Roks kann fáa restina, og á tann hátt koma vit at gagnnýta rávørurnar nógv betri, sigur Karin Visth.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2022
Men tey máttu bíða longst áðrenn víðari luttøkan varð tryggjað
Tað verða aftur tvey føroysk nøvn í X-factor komandi fríggjadag. Hyggjararnir tryggjaðu bæði Tinu Mellemgaard og Kára Fossdalsá víðari enn ein møguleika í kappingini.
Men har vóru nervar upp á spæl. Tí Tina var ikki ‘bjargað’ fyrr enn næstsíðst, og eftir stóð so Kári nervøsur og bíðaði, og fyrireikaði seg upp á enn einaferð at skula á pallin við einum ‘save me’-sangi.
Men hann slapp, tí seinasta navnið, sum verturin Sofie Linde rópti, var Kárasa.
Harvið vóru tað teir báðir dreingjabólkarnir, Wela & Garcia og Lorenzo & Charlo, sum komu í vanda. Martin Jensen, fekk aftur í kvøld æruna at gera av, hvør skuldi út í kvøld, og valið fall á Wela & Garcia.
Til sjálva kappingina í kvøld, var Tina Mellemgaard var tann fyrsta á pallinum. Í bláari buksudrakt hesaferð, við nýggjum liti í lokkunum, sum vórðu savnaðir í hestahala.
Enn einaferð gav Tina eina sannførandi framførslu, hesaferð við “If I ain’t got You” hjá amerikansku soulsangarinnuni Alicia Keys.
- Vøkur byrjan. Nú ‘nailaði’ tað. Kundi ikki verið betri, segði Blackmann.
- Tú kemur at vera her leingi, segði Martin Jensen, og hevði rós til Kwamie Liv, mentorin hjá Tinu.
- Eg má viðganga, at eg sá ikki tað í Tinu, sum tú hevur sæð, segði hann við síðukvinnuna.
(Mynd: TV2)
Kári Fossdalsá var triði á pallinum og hann sang “Let her Go” hjá enska singer/songwritaranum Passenger.
Kári byrjaði sangin einsamallur við guittara og uttan yvirskegg. Vakri sangurin varð síðan bygdur upp, og niðurlagið fekk eitt týpiskt Martin Jensen electro-ljóð við eldslogum í bakgrundini, sum liggur rættiliga langt frá upprunaútgávuni. Men dómararnir vóru nøgdir.
- Tú eigur ein søtleika og eina rødd, ið virka væl saman. Tú ert ein spælimaður, men hatta ljóðið hjá Martin Jensen riggaði her, segði Blackman.
- Við hesum sanginum megnaði Martin Jensen at vísa hvønn veg hann vil við tær. Hetta riggaði væl, segði Kwamie Liv.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022
Búskaparráðið legði hósdagin fram sína hálvárligu búskaparfrágreiðing fram í Smæruni í Havn. Les niðurstøðuna her
Vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni er mettur til at vera 8,2 prosent í 2021. Vøkstur er eisini mettur at verða í 2022 og 2023. Støðan er sera óviss í løtuni vegna stríðið millum Russland og Ukraina, sum kemur at ávirka heimsbúskapin og harvið eisini føroyska búskapin. Hóast føroyski búskapurin er í framgongd, hevur hann fleiri bygnaðarligar avbjóðingar fyri framman.
Búskapurin framvegis í framgongd
Bæði lønargjaldingarnar og løntakaratalið settu met í desember 2021 og komu upp um støðið, áðrenn korona rakti Føroyar. Arbeiðsloysið hevur rakt lága støðið undan koronu, og í 2021 setti vøruútflutningurin met, ið alt samalt bendir á, at føroyski búskapurin framvegis er í framgongd. Á sumri 2021 vendi gongdin í ferðavinnuni og virksemið var so mikið stórt, at størsta avbjóðingin í ferðavinnuni var at skaffa neyðugu arbeiðsmegina. Átrokandi tørvurin á arbeiðsmegi er tó stórt sæð longu loystur við nýggju ‘fast track’-skipanini, ið hevur gjørt tað munandi lættari at fáa fatur á bæði faklærdari og ófaklærdari arbeiðsmegi úr triðjalondum.
Kostnaðir til rakstur og flutning eru tó øktir nógv seinasta árið, og tað hevur minkað um lønsemið hjá útflutningsvinnuni, eins og tað hevur elvt til dýrkaðar verkætlanir í byggivinnuni og øktar útreiðslur hjá húsarhaldunum. Húsarhaldini hava tó varðveitt bjartskygnið, og privata vinnan boðar frá øktum tali av bíleggingum, umsetningi og virksemi frameftir. Útflutningurin í ár fer hinvegin at vera merktur av millum annað vantandi semju við bretar um makrelfiskiskap, umframt lægri kvotum á bæði uppsjóvarfiski og av botnfiski í Barentshavinum. Útflutningurin fer somuleiðis at verða ávirkaður av, at veiðan av toski og upsa ikki væntast at fara at roynast væl á heimaleiðunum í ár. Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum hevur Búskaparráðið í samstarv við Hagstovu Føroya mett til at verða 8,2 prosent í 2021, 3,3 prosent í 2022 og 2,4 prosent í 2023.
Eiga at stremba eftir burðardygd í tilfeingisvinnunum
Politiska skipanin er farin inn aftur á gamlar slóðir, sum vit frá gomlum royndum vita ikki er haldbart, við at veita stuðul til heimaflotan. Makrelkvotur verða latnar skipum, sum ikki eru útgjørd til at fiska makrel og slíkar skipanir eru almennur stuðul til rakstur, ið hevur ilt við at bera seg av sær sjálvum. Tað bæði fastheldur arbeiðsmegi í eini ólønsamari vinnu og elvir íløgukapital til at leita sær til vinnur, sum eru kunstiga lønsamar. Harumframt eigur at verða rindað tilfeingisgjald afturfyri alt tilfeingið av makreli. Í verandi løtu fer tilfeingisgjald, ið átti at fallið landinum í lut, ístaðin til eyka stál og óeffektiva framleiðslu tá makrelkvotur vera latnar skipum, ið ikki eru útgjørd til at fiska makrel.
Heimaflotin er komin til eitt markamót, har tað er neyðugt at gera eina haldgóða ætlan fyri, hvussu heimaflotin gerst burðardyggur, soleiðis at tilfeingisrenta verður í flotanum. Verandi skipan við fiskidøgum, har talið av fiskidøgum einans kann flytast 5% hvønn vegin, er ikki nóg munadygg. Búskaparráðið mælir tískil til, at óbrúktu dagarnir verða tiknir úr skipanini, og at skipanin við døgum verður eftirmett.
Ein av størstu váðunum í alivinnuni í dag er lúsin. Hagtølini vísa, at fellið er vaksandi og sannlíkt er, at lúsin eigur sín part í orsøkini. Samstundis er tað ein avbjóðing at halda talið av laksalúsum niðri, uttan at økja um nýtsluna av viðgerðum móti lús, sum kann ávirka fiskaheilsuna og elva til økt felli. Búskaparráðið mælir til, at myndugleikarnir hava eitt vakið eyga við gongdini, so at hóskandi átøk verða gjørd, har tað er neyðugt. Endamálið er, at váðin ikki gerst ov stórur soleiðis at alivinnan, og harvið búskapurin, ikki brádliga fáa eitt álvarsligt bakkast.
Eiga at hava avlop á fíggjarlógini
Avlopið á fíggjarlógini er mett til 160 mió. kr. í 2021, ið sostatt gjørdist betri, enn upprunaliga mett. Hetta kemur av øktum MVG-inntøkum og loyvisgjøldum frá alivinnuni, umframt at rakstrarútreiðslurnar gjørdust lægri í 2021, enn áður mett. Úrslitini fyri 2022 og 2023 eru hinvegin mett at verða eitt hall á ávikavist -
155 milliónir krónur og -159 milliónir krónur. Metingin hjá Búskaparráðnum fyri úrslitið í 2022 er nakað verri, enn fíggjarlógin fyri 2022 sigur, tí Búskaparráðið ikki væntar at íløgurnar fara at minka í 2022 í mun til 2021, og at tað tískil verða nýttar umleið 150 milliónir krónur til íløgur, sum á fíggjarlógini fyri 2022 eru bókaðar sum støðlingar, og harumframt roknar Búskaparráðið við eykajáttanum fyri umleið 50 milliónir krónur í 2022. Við nærum ongum arbeiðsloysi og stórum inntøkuvøkstri eiga almennu kassarnir at hava avlop í bæði 2022 og 2023.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
Hann skal kanna hvørt Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum hevur umsitið sítt málsøkið á lógligan hátt í sambandi við útlutingar av fiskirættindum í 2020 og 2021
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður tilnevndi í vikuni Ken Nónklett, advokat, til kanningarstjóra at kanna, hvørt Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum hevur umsitið sítt málsøkið á lógligan hátt í sambandi við útlutingar av fiskirættindum í 2020 og 2021.
Setanin av kanningarstjóranum hevur tikið heldur drúgva tíð, men skyldast hetta í størstan mun, at arbeiðssetningurin hjá kanningarstjóranum er skerdur í mun til upprunaligu umbønina frá 15 tingmonnum í oktober 2021, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.
Løgtingsumsitingin gjørdi vart við, at grundarlag ikki var fyri at seta kanningarstjóra at kanna umbidnu tíðarskeiðini 2010 og frameftir eins og tíðarskeiðið 2018-19.
Løgtingsformaðurin hevur síðan havt fundir við umboð fyri teir 15 tingmenninar, sum hava latið løgtingsformanninum hetta ískoyti til upprunaligu umbønina.
Í framhaldi av hesum skrivi, hevur løgtingsumsitingin latið løgtingsformanninum eitt tilmæli. Løgtingsformaðurin hevur við støði í hesum tilmæli tikið avgerð um, at kanningarstjóri bert verður settur at kanna tíðarskeiðið 2020-21.
Kanningarstjórin, Ken Nónklett, kann nú fara í gongd við kanningina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
Góðar 54 millónir krónur verða útgoldnar
Skattauppgerðin 2021 hjá A-skattgjaldarum sæst nú á Borgaraglugganum og í Mínboks. Tey, sum ikki nýta hesar tænastur, fáa uppgerðina í postkassan í næstum.
17.122 borgarar fáa pening aftur í skatti. Í alt fáa teir 54.321.478 krónur útgoldnar. 1.664 borgarar hava goldið ov lítið í skatti og fáa í næstum rokning, í alt 5.471.544 krónur. 23.283 borgarar hava goldið rættan skatt og hvørki fáa ella skylda nakran pening.
Fært tú skattauppgerð, skalt tú kanna, um hon er røtt. Um feilir eru í, skalt tú lata inn sjálvuppgávu við røttum upplýsingum. Innlatingarfreistin er 2. mai 2022.
Er uppgerðin røtt, skalt tú einki gera.
B-skattgjaldarar fáa ikki skattauppgerð, men bræv um at lata inn sjálvuppgávu.
Tá ið sjálvuppgávan er innlatin, verður skattauppgerðin gjørd. Í alt er talan um 6.278 borgarar, sum skulu lata inn sjálvuppgávu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022
Í januar 2022 vóru 25 fleiri gistinætur skrásettar, samanborið við januar 2021
Januar er vanliga tann mánaðurin í árinum við fæst vitjanum á gistingarhúsunum. Í undanfarna mánað vóru gistinæturnar góðar 6.900 í tali, og innskrivingarnar vóru stívliga 3.600. Bæði seta met fyri fyri januarmánað, skrivar Hagstovan.
Í januar 2022 var talan heilt nágreiniliga um 6.903 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru knappliga 1.400 ella 25 prosent fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í 2021.
Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Sambært Hagstovuni áttu føroyingar bróðurpartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í januar – yvir 3.800 í tali.
Talið av gistináttum hjá føroyingum minkaði tó eitt vet – við 5 prosent – í mun til januar í fjør. Samstundis vaks talið á gistináttum hjá dønum við 62 prosent, og talið á gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist samanborið við í januar í fjør.
Innskrivingarnar vóru stívliga 3.600 í tali í januar 2022, ið er 19 prosent hægri enn í januar í fjør. Innskrivingarnar vísa talið á ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2022
Talið fyri síðsta mánaða er heili 187 prosent størri, enn tað var í februar 2021. Tað er tó nakað frá tí, sum tað var í árunum, áðrenn korona ávirkaði
Flogferðslan og talið av ferðafólkum hevur verið vaksandi seinasta árið, sum gerandisdagurin í stóran mun er vorðin nakað meira vanligur. Tað er tó nakað frá tí støðinum, ið tað var, áðrenn koronafarsóttin byrjaði
Kringvarpið skrivar, at ferðafólkatalið á flogvøllinum í Vágum var 13.868 í februar. Hetta er heili 187 prosent størri enn í februar í fjør, tá talið var 4.831.
Talið er tó 28 prosent minni, enn tað var í februar 2019, og 34 prosent minni enn í februar 2020 - beint áðrenn korona fór at gera um seg.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2022
Dubai og onnur eksotisk ferðamál eru longu sett á breddan
Jákup á Borg, mest kendur sum fótbóltsspælari og -venjari, og seinastu árini eisini sum bilsølustjóri við fyritøkuni Bilrøkt, byggir nú virksemið út.
Hann fer nú eisini undir at selja ferðir – ferðavinnuvirksemið verður bæði innanlands og uttanlands.
Ferðavinnuvirksemið liggur ikki so fjart frá tí, sum Bilrøkt og Jákup á Borg hava fingist við seinastu tíðina, tí ein partur av Bilrøkt hevur eisini verið ‘limousine-koyring’. Seinastu árini hevur Jákup eisini sjálvur verið við til at koyra tónleikastjørnur, ambassadørar og serligar VIP’arar við sínum serbygdu limousinebilum.
Hesir fínu gestir hava umbiði serligar upplivingar í Føroyum, og tí hevur hetta virksemið eisini verið eitt slag av tí, sum Bilrøkt hevur havt at bjóða.
Umframt limousinekoyring hevur Bilrøkt eisini einar 70 leigubilar standandi til innkomandi ferðafólk at leiga.
Ferðaskrivstova ikki nakar nýggjur tanki
Tað at arbeiða við ferðavinnu er heldur ikki nakar nýggjur tanki hjá Jákupi á Borg og Bilrøkt.
- Fyri umleið tíggju árum síðan keyptu vit á Bilrøkt rættindini til heimasíðunavnið adventure.fo, og øll hesi árini síðani tá, hevur tankin verið at útbyggja við ferðavirksemi, greiðir Jákup á Borg frá.
Nýggja ferðaskrivstovan fer at bjóða ferðir bæði uttanlands og innanlands.
Í innanlandsvirkseminum er ætlanin at bjóða útlendskum kundum, í minni bólkum, serligar túrar í Føroyum.
- Tá eg nevni serligar túrar, so kann tað vera alt frá at fara út at skjóta haru ella svartfugl, bátatúrar ella gongutúrar í Føroysku fjøllunum.
- Sjálvandi kunnu vit eisini skipa fyri somu útferðum, um talan er um føroyingar, sigur Jákup, sum er sera spenur til nýggja ferðavinnuvirksemi.
Øðrvísi uttanlandsferðir
Jákup á Borg sigur, at nýggja ferðaskrivstovan hjá Bilrøkt leggur nógv fyri beinanvegin, tí tey ætla ikki bara at skipa fyri minni bólkaferðum innanlands.
- Nei, vit hugsa eitt sindur ótrationelt, og møgliga eitt sindur øðrvísi enn onnur gera. Tað vanliga ferðamynstri hjá føroyingum er at ferðast í summarhús í Danmark ella eina beinleiðis ferð til Spania. Vit ætla tað eitt sindur annarleðis, men kunnu sjálvandi eisini skipa fyri ferðum til Spania.
Luksus í Dubai og/ella Formula 1 í Abu Dhabi
Stjórin í Bilrøkt sigur, at ætlanin er at skipa fyri spennandi tematúrum úr Føroyum nakrar ferðir um árið.
- Her hugsa vit, at føroyingar skulu sleppa av landinum, at hugna sær eitt sindur øðrvísi enn teir plaga.
Nýggja ferðaskrivstovan hevur longu lagt seg í seðlarnar, tí fyrsti túrurin hon skipar fyri, verður longu í november, tá føroyingar fáa møguleika fyri at fara til shopping, sól og luksus í Dubai.
- Dubai er í hvussu so er ikki ein vanlig ferðafólkaleið hjá føroyingum. Og á hesum túrinum verður eisini møguleiki at síggja Formula 1 kappkoyring í Abu Dhabi. Um ein ikki er áhugaður í rasarakoyring, so er eisini ómetaliga nógv annað at fara til, greiðir Jákup á Borg frá.
Navnið á nýggju ferðaskrivstovuni verður Adventure.fo. Adventure.fo er eitt felag sum bilsølan Bilrøkt eigur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2022
Ein nógv størri partur av føroyskari ferðavinnu skal vera vinnuferðavinna. Tað er høvuðsboðskapurin í frágreiðingini, sum Vakstrarforum almannakunngjørdi fríggjadagin
Ein nógv størri partur av føroyskari ferðavinnu skal vera vinnuferðavinna. Tað er høvuðsboðskapurin í frágreiðingini ”Vinnuferðavinna – tilmæli um, hvussu Føroyar gerast eitt burðardyggari ferðamál,” sum Vakstrarforum almannakunngjørdi í gjár.
Vakstrarforum hevur gjørt av, at ferðavinna skal raðfestast sum vakstrarøki, og setti ein arbeiðsbólk at arbeiða við tí áðrenn jól. Arbeiðsbólkurin sær fyri sær, at vinnuferðavinna, sum í dag hevur eitt virði á 360 milliónir krónur kann trífaldast. Føroysk ferðavinna skal tilsamans í 2030 hava ein umsetning á tvær milliardir krónur, og tá skal vinnuferðavinna standa fyri helvtini.
Skal hetta málið røkkast, mælir bólkurin til, at ein eventskrivstova verður sett á stovn, sum kann leggja lunnar undir eina størri vinnuferðavinnu, og kann økja um eftirspurningin uttanlands at halda fundir og ráðstevnur í Føroyum.
Vinnuferðavinna verður mett at vera sosialt og umhvørvisliga burðardyggari enn vanlig ferðavinna. Vinnuferðagestir vitja uttan fyri háárstíð, tá ið ferðavinnan hevur mest tørv á gestum. Tey leggja nógvan pening eftir seg, og koma við vitan og netverki til landið.
- Vit skulu breiðka grundarlagið undir ferðavinnuni, soleiðis at fólk í Føroyum kunnu liva av vinnuni alt árið. Fáa vit fleiri vitjanir um heystið, um veturin og um várið, verður ferðavinnan meira umhvørvisliga og sosialt burðardygg. Og so fáa vit eisini meira burtur úr í krónum og oyrum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022
Longu eru 40 prosent av málinum á 150.000 krónur rokkið
Í Nólsoy er ætlanirnar um at byggja eitt Ovasavn komnar so mikið langt, at grundstykki og stekningar eru fingnar til høldar. Farið var undir ætlanina, tá tað herfyri varð tikin avgerð um at sleppa ætlanunum at byggja eina svimjihøll, sum upprunaliga var endamálið við søguligu róðrarferðini hjá Ova Joensen.
Stuðulsnevndin, sum setti sær fyri at savna pengar til svimjihylin, er nú í staðin farin undir fyrireiking at byggja eitt savn, bar báturin “Diana Victoria” og minnini um Ova Joensen og stóra bragd hansara kunnu liva víðari.
Ovasavnið skal byggjast á eini neystagrund miðskeiðis í bygdini, har atgongd verður bæði frá landssíðuni og sjósíðuni.
Nú er møguleiki hjá almenninginum at vera við til at realisera ætlanirnar. Stuðulsnevndin er farin á Hópfígging í teirri ætlan at savna minst 150.000 krónur til ætlanina.
Savnið skal bera søguna um mannin Ova Joensen og bragd hansara víðari til føroyingar, skúlanæmingar, barnagarðar og ferðafólk, ið vitja í Nólsoy.
Ovasavnið skal byggjast á eini neystagrund miðskeiðis í bygdini
Lívið hjá Ova var fjølbroytt, og kann hansara søga skal verða íblástur hjá øðrum, at fylgja teirra dreymum, óansæð hvat onnur halda.
- Umframt at siga frá søguni um Ova, ynskja vit, at Ovasavnið skal vera til gagn fyri bygdafólkið í Nólsoy, sum gjøgnum 30 ár hevur arbeitt fyri til at savna pening saman til svimjihylin. Við at samskipa Ovasavnið og kunningarstovan “Visit Nólsoy”, meta vit, at Ovasavnið gerst eitt livandi savn. Eitt stað, har ung sum gomul – bygdafólk sum ferðafólk, kunna koma saman og hugna sær við einum kaffimunni og góðum práti, verður greitt frá á heimasíðuni hopfigging.fo.
Vónin er at koma í gongd við byggingina skjótast gjørligt. Málið er, at Ovasavnið kann lata upp fyri fyrstu gestunum longu á sumri 2023.
Málið hjá nevndini er at savna 3 milliónir krónur til endamálið, og tí verður eisini farið til grunnar, fyrirøkur og einstaklingar at finna stuðul til verkætlanina. Á hopfígging.fo framgongur, at higartil eru f 1,75 milliónir komnar á kontuna.
Á Hópfígging ber til at stuðla við 500 krónum og uppeftir, og afturfyri fær mann í minsta lagi fýra atongumerki til savnið umframt annað, alt eftir hvussu nógv verðru latið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
1. mars flutti Atlantic Airways fráfaringarhøll á flogvøllinum í Kastrup frá terminali 3 aftur í terminal 2, har Atlantic Airways fyrr hevur havt sína innskriving
Sostatt skulu ferðafólk hjá Atlantic Airways, ið flúgva úr Keypmannahavn, nú skriva seg inn til ferðina í terminali 2. Hetta merkir, at ferðafólk, ið hava viðføri at skriva inn til ferðina til Føroya, skulu tey gera hetta í terminali 2.
Innskriving verður í økinum við pultarnar 96-108, har tríggir pultar eru settir av til innskriving hjá Atlantic Airways burturav. Kunning um, hvørjir pultar hava opið fyri innskriving, sæst á kunningarskíggjunum í sjálvum terminalinum. Til ber eisini at nýta sokallaðu ‘kioskirnar’ og bagdrop, um ferðafólk sjálvi vilja skriva viðføri inn til ferðina á flogvøllinum.
Hetta hevur tó ongar broytingar við sær fyri tey, ið bert hava handviðføri, og ferðafólk kunnu framvegis skriva seg inn til ferðina á netinum ella í Atlantic Airways appini eins og áður
Innskrivingin á sjálvum flogvøllinum letur upp tríggjar tímar fyri fráferð.
Skiftið kemst av, at Atlantic Airways hevur fingið nýtt umboðsfelag á flogvøllinum í Kastrup, og frá 1. mars er tað Aviator, ið umboðar Atlantic Airways í Kastrup Lufthavn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2022
Kortini kunna ferðafólk um áhugaverd støð og hevur upplýsing um bygdagøturnar í økinum
Visit Faroe Islands hevur í tøttum samstarvi við kunningarstovurnar framleitt tvey nýggj økiskort til ferðavinnuna, eitt av Suðuroynni og eitt av Vágum. Endamálið við kortunum er at geva vitjandi eitt gott yvirlit yvir tað, sum ymsu økini hava at bjóða, og at kunna um viðkomandi viðurskifti, m.a. trygd í samband við gongutúrar.
Kortini eyðmerkja sjey útvald støð, ið eru nærri lýst við mynd og teksti á baksíðuni, umframt hentleikar og onnur áhugaverd støð, ið eru verd at vitja í økinum. Kortið eyðmerkir eisini týdningarmikil staðarnøvn og bygdagøturnar í økinum.
Kortini taka støði í sama samleika sum skelti, faldarar og annað tilfar, ið Visit Faroe Islands framleiðir. Eisini gongur sama kunning aftur um m.a. rættan atburð. Yvirskipaða endamálið er at tryggja eina samanhangandi og greiða kunning til øll ferðandi, ið koma til landið. Kortini eru sostatt liður í arbeiðinum at skipa ferðavinnuna.
Økiskortini hóska eisini væl sum veggjaprýði. Umborð á Smyrli prýðir vakra Suðuroyggin nú veggir á dekki 5, har til ber at taka sær eitt suðuroyarkort við sær, so ferðafólk kunnu nýta tíðina umborð á Smyrli til at fyrireika seg til vitjanina í Suðuroy.
Í løtuni verður arbeitt við at gera kort av Eysturoynni, Sandoynni og Norðoyggjum eisini, so skjótt vera øll øki í landinum umboðað við egnum økiskorti.
Kortini verða at finna á kunningarstovum, farstøð, flogvølli og øðrum knútapunktum, har nógv ferðandi vitja. Til ber at ogna sær kortini við at venda sær til Visit Faroe Islands ella avvarðandi kunningarstovu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2022
Mikudagin verður móttøka í Klaksvík
Talan verður um ein stóran og stásiligan nýbygning, sum Karstensens Skibsværft hevur bygt fyri klaksvíkingar.
Nýggi Christian í Grótinum, sum er størsta skipið, ið er bygt í Skagen, skal beinanvegin á svartkjaftaveiðu tá ið útgerð er tikin umborð.
Skipið verður yvirtikið um vikuskiftið, har dópur og veitsla verður í Skagen. Síðan verður kósin sett móti Føroyum sunnudagin, og væntandi verður nýggja flaggskipið í føroyska fiskiflotanum á Klaksvík mikudagin.
Skipað verður fyri móttøku í samband við at klaksvíkingar fáa nýtt skip, sum eisini er fyrsti nýbygningurin, sum føroyingar fáa í 12 ár.
Christian í Grótinum er tað, sum rópt verður fyri tangabátur, har fiskurin verður køldur niður í tangum, ímun til verksmiðjuskip, sum reiðaríið hevði áðrenn. Tó hevði reiðaríið eitt avloysaraskip, sum hevði kølitangar, sum reiðaríið hevur fiskað við seinsta árið.
Hetta skipið varð keypt til Føroyar í samband við at felagið seldi gamla Christian í Grótinum til Grønlands.
Avloysaraskipið er selt til Vestemanna, har skipið nú hevur fingið heimstað og navnið Vestmenningur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2022
Tilgongdin av kundum setti dám á úrslitið, sigur bankin
Ársúrslitið hjá Betri Banka var 132,3 mió. krónur í 2021. Góða úrslitið er grundað á eina stóra tilgongd av kundum og framhaldandi lækkandi útreiðslustøði.
Útlánini øktust við 420 milliónum og realkreditt útlánini øktust við 275 milliónum krónum. Samstundis øktust innlánini við 302 milliónum krónum.
- Vøksturin í virkseminum er bæði innan útlán til privat og vinnukundar, eins og innan íløguøkið. Vit fegnast um, at vøkstur er um alt landið og á øllum okkara deildum.
- Hóast tað ongantíð hevur verið bíligari at fáa fígging hevur bankin staðfest eitt gott úrslit í 2021. Hetta er eydnast við áhaldandi at betra um grundraksturin, lækka útreiðslustøðið og at økja um kundaskaran, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.
Betri Banki er SIFI banki, sum merkir, at bankin skal lúka eyka myndugleikakrøv. Gjaldførið er gott, og solvensurin er 30,75 prosent. Hetta er avbera gott og millum hægsta hjá peningastovnum í danska ríkinum.
Árið í stuttum:
• Ársúrslitið: 132,3 mió. krónur
• Úrslitið áðrenn skatt: 157,2 mió. krónur
• Fíggjarstøðan javnvigar við 10.474 mió. krónur
• Útlán: 6.834 mió. krónur
• Innlán: 8.359 mió. krónur
• Eginpeningur: 1.946 mió. krónur
• Solvensurin við árslok er 30,75%
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022
Ársúrslitið gjørdist 12,2 milliónir krónur. Hálvonnur millión er sett í vinningsbýti til eigaran
Ein av fyritøkunum sum longu hevur almannakunngjørt roknskapin fyri árið 2021, er Pf. Borg.
Borg er timburhandil & byggibúð sum hevur deildir í Havn, Runavík og í Klaksvík.
Úrslitini síðstu árini hjá Borg hava verið vaksandi og góð. Ársúrlitið í 2021 gjørdist 12,2 milliónir krónur, sum er besta úrslit í søgu felagsins. Avsett eru 1,5 milliónir krónur í vinningsbýtið til eigaran fyri 2021.
Tað hevur gingið stak væl í Føroyum síðstu árini. Byggivirksemið hevur verið stórt bæði hjá kommunum, tí almenna, vinnufyritøkum og eisini hjá privata húsarhaldinum.
Hetta sæst eisini aftur á gondini hjá timburhandlunum í Føroyum, sum vísa stóran vøkstur bæði í sølu og úrslitum. Borg er eitt gott dømi um hesa positivu gongd.
Roknskapurin hjá Pf. Borg vísur, at bruttovinningurin øktist úr 52,3 milliónum í 2020 til 53,7 milliónir krónur í 2021. Starvsfólkakostnaðurin øktist 2,8 milliónir til 34 milliónir krónur í 2021.
Úrslit áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebidta, var 19,7 milliónir krónur, sum er júst sama støði sum í 2020.
Úrslit eftir skatt í 2021 gjørdist eitt avlop á 12,6 milliónir. sammett við 11,7 milliónir krónur í 2020. Skattur av ársúrslitinum var 2,7 milliónir.
Fíggjarjavnin hjá Borg øktist úr 125,5 milliónir í 2020 til 135,8 milliónir krónur í 2021.
Høvuðspostarnir á ognarsíðuni í fíggjarstøðuni í 2021 eru støðisogn, 43,9 milliónir og ogn í umferð, 91,9 milliónir krónur.
Skyldur felagsins vísa, at langfreiðstað skuld í 2021 var 20,8 milliónir krónur og stuttfreiðsta skuld var 77 milliónir.
Eginpeningurin hjá Pf. Borg í 2021 var 56,7 milliónir krónur og trygdarevnið, sum er eginpeningur í mun til samlaðar skyldur, var 42 prosent.
Gjaldførið var gott, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 163 prosent í 2021 samanborið við 146 prosent í 2020.
Lyklatølini vísa eisini at talan hevur verið um eitt gott ár. Ognaravkastið var 11 prosent og eginpeningsavkastið var heili 27 prosent.
Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 1,5 milliónir krónur av sum vinningsbýti til eigararnar.
Eigarin av Pf. Borg er felagið Spf. Viljin, har Rodmundur Nielsen er einasti eigari.
Borg P/F hevur sambært heimasíðu felagsins samanlagt 66 starvsfólk í arbeiði.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2022
Úrslitið gjørdist 23,6 milliónir krónur, sum er tað besta úrslitið síðani 2004 og helst eisini besta úrslit hjá fyritøkuni nakrantíð. Felagið rindar 15 milliónir krónur til partaeigararnar
Í ársroknskapinum hjá Pf. Bygma Balslev Timburhandil & Byggibúð fyri 2021, sum júst er almannakunngjørdur, sæst, at ársúrslitið gjørdist eitt avlop á 23,6 milliónir krónur, sum er besta úrslitið síðani 2004 og helst eisini er besta úrslit hjá fyritøkuni nakrantíð. Felagið rindar 15 mio.kr. til partaeigararnar.
Góða gongdin í føroyska samfelagnum sæst eisini aftur í roknskapinum hjá Bygma Balslev fyri 2021.
Roknskapurin hjá Bygma Balslev vísur, at bruttovinningurin øktist úr 62,8 milliónum í 2020 til 64,9 milliónir krónur í 2021, sum er ein vøkstur upp á 3,5 prosent.
Starvsfólkakostnaðurin var 32 milliónir krónur í 2021, sum er sama støði sum í 2020.
Úrslit áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebidta, øktist úr 30,7 milliónum í 2020 til 33 milliónir krónur í 2021. Vøksturin er 7,4 prosent.
Úrslit eftir skatt í 2021 gjørdist eitt avlop á 23,6 milliónir, samanborið við 22,3 milliónir krónur í 2012. Vøksturin í úrslitinum var 5,9 prosent.
Fíggjarjavnin hjá Bygma Balslev øktist úr 149,0 í 2020 til 166,8 milliónir krónur í 2021.
Meðan støðisogn felagsins var 70,7 milliónir, sum er tað sama støði sum í 2020, so øktist ogn í umferð úr 78,5 2020 til 96,1 milliónir krónur í 2021. Stóri vøksturin í ogn í umferð er í ávikavist vørugoymslum, sum var 47,1 milliónir 2021, ein vøkstur á 9,3 milliónir, áogn sum øktist 4,5 milliónir til 34,5 milliónir krónur í 2021 umframt tøki peningurin sum øktist 3,3 milliónir til 3,4 milliónir krónur.
Eginpeningurin hjá Bygma Balslev øktist úr 88,1 milliónum í 2020 til 96,7 milliónir krónur í 2021.
Talan er um eina fíggjarliga sterka fyritøku. Trygdarevnið á 58 prosent, sum má metast at verða sera gott.
Felagið hevur økt um stuttfreiðstaðu skuldina við 9,1 milliónum til 65,9 milliónir krónur í 2021.
Gjaldførið hjá Bygma Balslev var gott, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 146 prosent í 2021 samanborið við 138 prosent í 2020.
Eigarin av Bygma Balslev er kenda og stóra danska fyritøkan Bygma A/S, sum er ein av 100 teimum størstu fyritøkunum í Danmark og hevði eina samlaða sølu á 9,4 milliardir krónur í 2020.
Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 15 milliónir krónur av sum vinningsbýti til eigararnar.
Baslev upplýsir á síni heimasíðu, at samlað starvsfólkatalið er 62.
Stjóri í Bygma Balslev er Sjúrður Olsen. Nevndarformaður er Peter Hellerung Christiansen.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022
Í Eysturoy, Vágum og Suðuroy hækkaðu prísirnir millum 19,5 og 25 prosent, meðan hækkingin var ávikavist 12 prosent og 9 prosent í høvuðstaðarøkinum og í Klaksvík, sigur Betri
Sethúsaprísirnir hildu á at hækka síðsta ársfjórðing í fjør. Tað sigur Betri í einari uppgerð á heimasíðuni.
Sostatt gjørdist 2021 enn eitt ár við hækkandi sethúsaprísum. Serliga vóru tað smærru økini, sum hækkaðu lutfalsliga mest í 2021.
Í Eysturoy, Vágum og Suðuroy hækkaðu prísirnir millum 19,5 og 25 prosent, meðan hækkingin var ávikavist 12 prosent og 9 prosent í høvuðstaðarøkinum og í Klaksvík.
Miðalprísurin fyri eini sethús í høvuðstaðnum er nú komin upp á 3,7 milliónir, meðan miðalprísurin fyri Føroyar var 2,3 milliónir í 2021. Í Eysturoynni vóru tað serliga einkultar sølur rundan um Eysturoyartunnilin sum ávirkaðu miðalprísin. Eini miðal hús kosta nú á leið 1,9 milliónir í Eysturoy, og er hetta ein hækking á 25 prosent í mun til miðalprísin í 2020.
Meðan onnur privatbúskaparlig viðurskifti hjá húsarhaldum ikki eru broytt nevnivert, er bústaðarbyrjan framvegis vaksandi.
Bústaðarbyrðan í Tórshavn er í løtuni 34 prosent. Í Eysturoynni er bústaðarbyrðan 19 prosent og fyri Føroyar er talið 23 prosent. Hetta svarar til ein miðal vøkstur á 3 prosentstig samanborið við 2020.
Bústaðarbyrðan lýsir hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt eitt par skal brúka, fyri at fíggja síni sethús.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2022
Danska farmaskipið sendi neyðarkall út í týsdagin. Klevstrand hevði millum annað fingið nógvan sjógv í maskinrúmið, og Brimil kom til hjálpar
Tað var beint áðrenn klokkan sjey týsmorgunin 1. mars, at Klevstrand sendi neyðarkall.
Danska farmaskipið var vestan fyri Føroyar - 100 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi, har veðrið var vánaligt - og tá ásannað var, at sjógvur var komin í maskinrúmið, sum elvdi til skammlop, sendi Klevstrand neyðarkall.
Kringvarpið skrivar, at trolarin Brestir var fyrstur hjá Klevstrand, og at Klevstrand og Brimil komu á Fuglafjørð tíðliga mikumorgunin.
Brimil kom til Klevstrand seinnapartin týsdagin, og síðani fylgdust skipini.
Seks mans eru við Klevstand, sum er góðar 70 metra langur coastari, bygdur í 1970. Farmaskipið var ávegis til Íslands.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2022
Tað ljóðar løgið, at neyðugt skal verða at flyta grót inn til Føroya, men tað verður gjørt
Mánadagin lá farmaskipið Hav Saga á Fuglafirði og lossaði grót til Fuglafjarðar havn. Tað ljóðar løgið, at neyðugt skal verða at flyta grót inn til Føroya, men tað verður gjørt.
- Ja, vit koma úr Noregi við smágróti, eisini kallað nevagrót, tí støddin er umleið sum nevar. Tað verður lossað upp í lastbilar, sum koyra tað nakrar fáar metrar, tí tað skal nýtast til ífyllu, í samband við nýggja havnalagið, sigur Oskar Henriksen, skipari, á Hav Sagu.
- Vit fáa at vita, at tað er bíligari at flyta grótið inn enn at bora, spreingja og knúsa tað í Føroyum og koyra tað á staðið. Harafturat, er góðskan nógv betri á norska grótinum enn á tí føroyska, sigur Aksel Vestergaard, stýrimaður.
- Vit hava 2.700 tons, so tað hevði verið ein góð løta at koyrt tað við lastbilum úr einum grótbroti til havnalagið. Tí er hesin hátturin nógv ómakaleysari, sigur Oskar.
Hav Saga fór av Fuglafirði til Neskeypstað á Eysturlandinum á Íslandi eftir last til Bremen í Týsklandi.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2022
Sjóvinnustýrið handar á hvørjum ári heiðursmerki til skip, sum kan vísa á serliga góð úrslit
Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip í FAS í 2021, og vinnarin gjørdist Hav Nes hjá Navigare Shipping.
Tvey skip býta 2. plássið millum sín. Tey eru Listervik og Sjóborg.
Sjóvinnustýrið handar eina ferð um árið heiðursmerki til skip undir føroyskum flaggi, sum kann vísa á serliga góð úrslit innan skiparakstur og trygd í undanfarna ári.
Eitt undantak var tó í 2020. Vegna korona vórðu fá havnastatseftirlit framd, og tí varð einki skip kosið ársins skip í 2020.
Skipið við besta rakstrarúrslitinum verður funnið við at hyggja at úrslitunum frá havnastatseftirliti (Port State Control) seinastu trý árini.
Um fleiri skip hava somu avrik, trekkir tað upp, at skipið eingi punkt ella viðmerkingar hevur í klassaskjølunum ella onga viðmerking hevur fingið frá øðrum eftirlitsmyndugleikum.
Hetta er áttandu ferð Sjóvinnustýrið kjósar Ársins Skip. Vinnarar undanfarin ár hava verið Vinga Safir í 2019, Fure Ferder í 2018, Fure Nord í 2017 og 2016, Northern Ocean í 2015, Norrøna í 2014 og Nordjarl í 2013.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2022
Tað vísir greining, sum er kunngjørd í greinini “Declining pre-bloom Calanus finmarchicus egg production adjacent to two major overwintering regions in the Northeastern Atlantic” hjá Sólvá Jacobsen, Eilif Gaard og Hjálmari Hátun
Síðani 1997 eru á hvørjum ári gjørdar mátingar av eggframleiðsluni hjá reyðæti (Calanus finmarchicus) á landgrunninum. Kanningarnar verða gjørdar síðst í apríl m.a. við tí endamáli at kanna føðiviðurskiftini hjá toskalarvum, sum verða gýttar um hetta mundið, og sum fyrstu tíðina einamest eta egg og ungar frá reyðætinum.
Mátingarnar eru nú greinaðar, og úrslitini frá kanningunum eru nýliga kunngjørd í greinini “Declining pre-bloom Calanus finmarchicus egg production adjacent to two major overwintering regions in the Northeastern Atlantic”.
Ørkymlandi er at síggja, at gýtingin er minkað frá 1997-2020. Serliga sæst, at gýtingin var størri í tíðarskeiðinum 1997-2007 enn í 2008-2020.
Broytingar í eggframleiðslu hjá reyðæti (C. finmarchicus) síðst í apríl 1997-2020. Blátt bendir á eina minking og reytt bendir á eina øking.
Reyðæti er í dvala í djúpum, køldum sjógvi um veturin. Í februar-apríl vaknar reyðæti, ferðast til ovaru løgini í sjónum og byrjar at gýta. Hendan fyrsta gýtingin er lutvíst stuðlað av feittgoymslum frá árinum fyri, men høvuðs eggframleiðslan um várið og summarið er í stóran mun tengd at nøgdini av tøkari føði (plantuætigróðuri).
Stórur partur av reyðætinum um okkara leiðir kemur við yvirflotssjógvi úr Norskahavinum. Tað streymar ígjøgnum Bankarennuna, og verður so flutt inn á Landgrunnin í høvuðsheitum vestanfyri oyggjarnar. Reyðæti kann tó eisini hugsast at koma við streymum úr økinum sunnan fyri Ísland.
Nýggja greiningin vísir, umframt eina minking, at framleiðslan av eggum ikki er jøvn um Landgrunnin, men er størst í einum øki vestanfyri. Orsøkin er helst, at nøgdin av føði er størst her. Æti melur við klokkuni runt Føroyar og áhugavert er, at toskur hevur gýtingarøki júst í somu økjum, har eggframleiðslan hjá reyðæti er størst.
Nýggja greiningin kundi ikki siga, hví ein minking er farin fram, men fleiri møguleikar eru.
Tað er áður staðfest at reyðæti kemur fyrr úr dvala í dag enn fyri 2008. Tískil er tað hugsandi at eggframleiðslan er flutt til fyrr á árinum, og at mátaða minkingin síðst í apríl stavar frá hesi forskjóting, og er ikki minkað sum heild. Men uttan mun til um framleiðslan nú byrjar fyrr ella er minkað sum heild, so hevur minkingin í apríl sannlíkt neiliga ávirkan á fiskalarvur um várið. Veðurlagsbroytingar (upphiting) ella broytingar í havstreymum kring Føroyar kunnu harumframt ávirka eggframleiðsluna. Øktur hiti minkar miðalstøddina á reyðeytinum, og tá minkar framleiðsluføri eisini. Góðskan á føðini kann eisini ávirka eggframleiðsluna. Reyðæti dámar best kisilalgur, men nøgdin av kisuli (silikat) í Norðuratlantshavinum er minkandi, og sostatt kann nøgdin av kisilalgum eisini verða minkað. Allar hesar møguligu orsøkir til minkandi eggframleiðsluna í apríl eiga at verða kannaðar nærri í framtíðini.
Greinin er prentað í tíðarritinum “Frontiers in Marine Science”. Sólvá Jacobsen hevur saman við Eilif Gaard og Hjálmari Hátun greinað tølini og skrivað greinina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2022
Umhvørvisstovan hevur fingið stuðul frá grunninum Aage V. Jensens Naturfond til at seta í verk ymsar kanningar til tess at økja vitanina um havhest í Føroyum
Umhvørvisstovan hevur fingið játtað tríggjar milliónir krónur í granskingarstuðli frá grunninum Aage V. Jensens Naturfond til at seta í verk ymsar kanningar til tess at økja vitanina um havhest í Føroyum og hvussu hendan kann leggja grundarlag undir burðardyggari gagnnýtslu av stovninum.
Størri parturin av stuðulinum skal brúkast til eina ph.d. verkætlan, har drona skal nýtast at telja og halda eyga við havhestastovninum. Harumframt snýr verkætlanin seg um at greina aldursbýtið (demografi) hjá havhesti og at fáa til vega neyvari upplýsingar um stovnsstøðuna m.a. við at byrja sjálvbodnari skráseting av veiðu og eygleiðingum.
Tað er helst øllum greitt, at havhestur er ein týdningarmikil partur av okkara náttúru og hann hevur eisini serligan týdning fyri føroyska samfelagið. Havhestur verður nógv veiddur, og í so máta er talan um ein fugl og tilfeingi, sum nógvir føroyingar hava havt stóra gleði av seinastu 100 árini. Vísindaliga geva kanningar av havhesti eina góða ábending um dálking í havumhvørvinum og tí verður hann áhaldandi kannaður á Umhvørvisstovuni, sum liður í okkara umhvørviseftiransing.
Verkætlanin er skipað sum eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Aarhus Universitet, Tjóðsavnið, Havstovuna og Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2022
Tað er bert fýra prosent av vaksnum føroyingum, ið hvørki íðka ítrótt ella ganga til frítíðarítriv
Í Føroyum er tað sera væl umtókt at íðka ítrótt og ganga til frítíðarítriv í frítíðini, vísir nýggj kanning um frítíðarvanar hjá føroyingum. Gongutúrar, styrkivenjing og renning eru best umtóktu rørsluítrivini, meðan handarbeiði, landbúnaður og fiskiveiða eru væl umtókt frítíðarítriv.
Tað er trupult at finna ein føroying, ið ikki er virkin í frítíðini. Í roynd og veru eru bert 4 prosent av vaksnum føroyingum, ið hvørki íðka ítrótt ella ganga til frítíðarítriv.
Kanningin “Framtíðar frítíðarvanar og savningarstøð í Føroyum” vísir, at 65 prosent av teimum vaksnu bæði íðka ítrótt og ganga til frítíðarítriv. 24 prosent íðka bert ítrótt, meðan 7 prosent bert ganga til frítíðarítriv.
Hyggja vit nærri at, hvørji tey 65 prosentini eru, vísir kanningin, at fleiri kvinnur enn menn bæði íðka ítrótt og ganga til frítíðarítriv, og at hetta í størri mun eru vaksin yvir 40 ár. Harumframt er ábending um, at parturin av vaksnum, sum bert íðkar ítrótt, lækkar við aldrinum, har tað er øvut við partinum, sum bert íðkar frítíðarítriv, sum hin vegin hækkar við aldrinum.
Frá einum samfelagsligum sjónarmiði er at fegnast um, at so mong vaksin eru virkin í frítíðini, tá ið kanningin vísir, at vaksin, sum íðka ítrótt og/ella ganga til frítíðarítriv, hava lyndi til at trívast og hava eina góða sjálvmetta heilsu samanborið við vaksin, sum ikki eru virkin í frítíðini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2022
Hetta er serliga galdandi fyri tey, ið skulu til Danmarkar í sjúkraørindum, har tað framvegis er krav um eina negativa PCR-kanning ymsastaðni. Er sjúklingurin innlagdur á sjúkrahúsi í Føroyum, so skipar deildin fyri, at sjúklingurin og avvarðandi verða kannað
Í Føroyum eru allar koronuavmarkingar tiknar av, og tað eru tær sum so eisini í Danmark.
Tað er tó fleiri deildir, sjúkrahús og sjúklingahotel í Danmark sum framvegis krevja, at ein hevur eina negativa PCR-kanning fyri at verða innskrivaður. Kanningin skal so vítt møguligt ikki vera eldri enn 48 tímar gomul.
Hesum boðar Sjúkrahúsverkið frá, tí tað er umráðandi fyri føroyskir sjúklingar og fylgjarar, ið skulu til Danmarkar.
- Er sjúklingurin innlagdur á sjúkrahúsi í Føroyum, so skipar deildin fyri, at sjúklingurin og avvarðandi verða kannað. Tey, sum hava havt koronu seinastu 60 dagarnar, skulu ikki kanna seg. Orsøkin er, at kanningin kann verða positiv í fleiri vikur eftir, at tey hava havt smittuna.
Sjúkrahúsverkið boðar samstundis frá, at um sjúklingurin ikki er innlagdur á sjúkrahúsi, so er mannagongdin tann, at ein letur seg kanna fyri koronu gerandisdagar kl. 8 á einum av teimum trimum sjúkrahúsunum. Tað er ikki neyðugt, at bíleggja sær tíð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
Nú er tað møguligt hjá fólki, ið hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd at ringja beinleiðis til eina telefon á Landssjúkrahúsinum at fáa hjálp uttan at skula seta seg í samband við løgregluna fyrst
Leingi hevur verið tosað um at gera eina føroyska neyðtøkutilbúgving, sum skal tryggja, at fólk, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, beinanvegin kunnu fáa so góða fakliga hjálp, sum til ber, eftir at brotsgerðin er framd, uttan at neyðugt er at melda málið til løgregluna.
1. mars gjørdist tilbúgvingin veruleiki, tá eitt beinleiðis telefonnummar til neyðtøkutilbúgvingina verður tøkt, sum svarar alt samdøgrið allar dagar. Somuleiðis er ein kunnandi heimasíða gjørd, ið vegleiðir um, hvussu farið verður fram, tá ein setur seg í samband við neyðtøkutilbúgvingina.
Tilbúgvingin verður mannað við starvsfólki, ið eru skúlað til at taka ímóti fólki, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd. Tað er møguligt at seta seg í samband við tilbúgvingina, uttan at tosa við løgregluna fyrst.
Serlæknar, knýttir at tilbúgvingini, fáa ábyrgd av kanningararbeiðinum, sum kann verða sett í verk í sambandi við, at fólk, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, venda sær til tilbúgvingina. Hetta tí tey, sum kanska í fyrstu syftu ikki vilja melda brotsverkið, seinni kunnu broyta fatan, og tá skulu hava møguleika at fara til løgregluna. Tilbúgvingin skal tí tryggja, at læknafrøðiligu prógvini verða goymd í eitt ár.
Tað er eitt ár síðan, at landsstýrismaðurin í heilsumálum setti pening av til neyðtøkutilbúgvingina, og í tilgongdini hevur serliga neyðtøkutilbúgvingin í Íslandi verið fyrimynd. Beinleiðis samstarv er við íslendsku tilbúgvingina, og 24 starvsfólk í bráðmóttøkuni/skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum hava saman við leiðslu á G1, depilsleiðslu og serlæknum í kvinnusjúkum fingið undirvísing í, hvussu íslendska tilbúgvingin er skipað og virkar.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um, at neyðtøkutilbúgvingin loksins verður veruleiki:
- Í politisku skipanini hevur tað verið tosað um hesa tilbúgvingina nú í eini 30 ár, men eg helt, at nú var nóg mikið tosað, og tí setti eg arbeiðið í gongd. Neyðtøka er ein andstyggilig brotsgerð, sum altíð fær vanlukkuligar fylgjur fyri tey órættaðu ofrini. Við í tilbúgvingini hava vit sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava fingið serliga undirvísing innan hetta økið, og sum kunnu gera kanningar, veita skjóta hjálp, vera um ofrini, fylgja upp á kanningarúrslit og seta seg í samband við tann órættaða, tá viðkomandi er komin heim. Tað hevur týdning fyri tann órættaða, at tað í mest møguligan mun verður minkað um árinini av brotsverkinum, eisini seinárin, ið ofta vísa seg. Hetta tilboðið skal eisini síggjast sum ein liður í viðgerðartrygdini, ið vit miðja eftir at fáa á øllum viðgerðarøkjum í sjúkrahúsverkinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2022
Semjuskjal varð undirskrivað í Reykjavík í gjár
Í vikuni undirritaðu Rúna Hauksdóttir Hvannberg, stjóri fyri Lyfastofnun, íslendska heilivágsstýrið, og Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, semjuskjal um samstarv í sambandi við fyrisiting á heilivágsøkinum.
Endamálið við semjuskjalinum er at styrkja fatanina av heilivágsreglugerð, krøvum og tilgongdum landanna millum.
Semjuskjalið skal, við upplýsing og skjølum í sambandi við eftirlit av heilivági og medisinskari útgerð, gera samskifti millum partarnar einfaldari. Harumframt skal semjuskjalið virka fyri at menna samstarvið millum tjóðirnar viðvíkjandi heilivági og medisinskari útgerð. Loksins skal semjuskjalið økja tænastumegina til tess at nøkta tørvin hjá føroyska og íslendska fólkinum, við tí fyri eyga, at økja um atgongdina til heilivág og medisinska útgerð.
Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharri Føroya, fegnast um undirskrivaða semjuskjalið millum Føroyar og Ísland og sigur:
- Tað frøir meg, at vit nú taka stig til at skipa okkara samstarv við Ísland á heilivágsøkinum enn betur, og vónandi er hetta byrjanin til sterkari handilssambond landanna millum.
Undirritanin fór fram á sendistovu Føroya í Reykjavík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
Dávið Michelsen hevur tikið útbúgvingina á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini
Dávið Michelsen er júst liðugur við hálvfimta ára longu serlæknaútbúgvingina í almennum medisini, sum hann hevur tikið á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hann hevur verið í ymiskum læknaviðtalum.
Dávið Michelsen hevur verið í Suðurstreymoyar læknadømi, fyrst í viðtaluni hjá Katrin Danielsen, kommunulækna, í Miðlon og síðan hjá Sten Larsen, kommunulækna, í viðtalu á Tinghúsvegi 70.
Av tí at Landssjúkrahúsið ikki hevur rúm fyri meira enn einum útbúgvingarlækna í senn á deildini fyri barnasjúkur, hevur Dávið verið á Hvidovre Hospitali og tikið tann partin har í seks mánaðir.
Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.
Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.
Í løtuni eru 10 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Tveir læknar verða eftir ætlan lidnir 28. februar 2023.
1. mars eru 20 ár síðan fyrsti læknin byrjaði í høvuðsútbúgvingarstarvi í almennum medisini í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2022
Kommunulæknaútbúgvingin í Føroyum hevur nú 20 ár á baki. Hon er framvegis tann einasta læknaliga serútbúgvingin, sum tað í fullum líki ber til at taka í Føroyum, men lagt er afturat á summum økjum. 21 av teimum 35 kommunulæknunum í landinum hava tikið sína útbúgving her
Síðan 1. mars 2002 hava 33 læknar tikið høvuðsútbúgving í almennum medisini – kommunulæknaútbúgving – í Føroyum. Tann seinasti í røðini bleiv liðugur við útbúgvingina 28. februar.
Hetta skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðu, har víst verður á, at áhugin fyri øðrum læknaligum útbúgvingum í Føroyum eisini er stórur, og har landstýrismaðurin staðfestir, at útbúgvingarnar framhaldandi fara at hava høga raðfesting, sigur landsstýrismaðurin
Støðugt fleiri hava tikið sína útbúgving í Føroyum
Fyri at gerast kommunulækni krevst serútbúgving, eisini nevnt høvuðsútbúgving, í almennum medisini. Hetta er lagt afturat grundútbúgvingini í medisini, ið tekur seks ár. Síðan tað fyri júst 20 árum síðan gjørdist møguligt at taka hesa kommunulækútbúgvingina í Føroyum, hevur áhugin verið stórur.
Tað var 1. mars 2002, at tann fyrsti ungi læknin fór undir sína høvuðsútbúgving í almennum medisini – kommunulæknaútbúgvingina – í Føroyum, og síðan eru tilsamans 33 kommunulæknar útbúnir. Av teimum starvast 21 í dag sum kommunulæknar í Føroyum, upplýsir hmr.fo
Tað merkir samstundis, at støðugt fleiri av teimum føroysku kommunulæknunum hava eina føroyska serútbúgving. Tað eru tilsamans 35 kommunulæknastørv í Føroyum.
Høg raðfesting og fleiri møguleikar
Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um stóra áhugan fyri føroysku kommunulæknaútbúgvingini og øðrum læknaligum útbúgvingum í Føroyum.
- Vit stremba eftir, at tað skal vera møguligt at taka so nógvar serútbúgvingar sum møguligt í Føroyum. Tað tænir sjálvsagt læknum og teimum læknalesandi sjálvum, og sera góða ávirkanin, sum tað hevur á rekrutteringina av føroyskum kommunulæknum og serlæknum annars, eigur ikki at undirmetast. Tí eru læknaligu útbúgvingarnar í føroyska sjúkrahúsverkinum avgjørt eitt øki, sum framhaldandi fer at hava høga raðfesting, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Kommunulæknaútbúgvingin er tann einasta læknaliga serútbúgvingin, sum tað í fullum líki ber til at taka í Føroyum, men síðan 2002 er so líðandi lagt afturat samlaðu játtanini til útbúgving av yngri læknum. Samlaða játtanin til útbúgving av yngri læknum er í ár 12,5 milliónir krónur.
- Tað merkir, at tað í dag eisini ber til at taka partar av øðrum høvuðsútbúgvingum í Føroyum, umframt at talið av ungum læknum í KBU-størvum og introduksjóns-størvum, vanliga rópt intro-størv, er økt. KBU er stytting fyri Klinisk Basisuddannelse og er tað, ið fyrr kallaðist turnus.
KBU er fyrsta stigið víðari á yrkisleiðini hjá útbúnum læknum eftir grundútbúgvingina. Næsta stig er eitt intro-starv, sum er eitt hálvt til eitt heilt ár innan fyri valda serlæknagrein, áðrenn læknin fer undir høvuðsútbúgving í serlæknagreinini.
Umsøkjarar við atknýti at Føroyum, ella sum duga føroyskt, hava fyrimun, tá tað snýr seg um KBU-størvini. Áhugin er stórur, og 16-20 KBU-læknar starvast árliga í føroyska sjúkrahúsverkinum. Í løtuni verður lýst eftir 10 KBU-læknum at seta komandi vár, boðar Heilsumálaráðið frá.
Í løtuni eru 12 læknar í intro-størvum í sjúkrahúsverkinum - talan er bæði um føroyingar og útlendingar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
Jeanette Ellefsen Blaasvær er sett sum deildarstjóri á nýstovnaðu deildini fyri bústaða- og javnstøðumál í Almannamálaráðnum – hon tekur við starvinum beinanvegin
Jeanette Ellefsen Blaasvær er sett sum deildarstjóri á nýstovnaðu deildini fyri bústaða- og javnstøðumálum í Almannamálaráðnum.
Deildin hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í stjórnarráðnum viðvíkjandi bústaðarpolitikki, bygging av vardum bústøðum, og javnstøðupolitikki, skrivar ráðið í tíðindaskrivi.
Jeanette Ellefsen Blaasvær er 51 ára gomul og er útbúgvin sum cand. scient. adm. frá Aalborg universiteti í 1998. Hon hevur drúgvar royndir sum fulltrúi í miðfyrisitingini, seinastu átta árini í Almannamálaráðnum, hevur verið deildarleiðari í størri føroyskum peningastovni, og hevur seinast hálva árið sum settur deildarstjóri ment nýggju deildina, sum hon nú verður deildarstjóri fyri.
Hon tekur við starvinum beinanvegin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2022
Eigaraskarðin telur nú m.a. brøðurnar Palla og Jógvan Skorheim umframt Jóhann Lützen
Í sambandi við at Nordcar hevur fingið nýggjar íleggjarar, skiftir bilasølan navn til Komfort bilar.
Eigaraskarðin telur nú m.a. brøðurnar Palla og Jógvan Skorheim umframt Jóhann Lützen og Valbjørn Mittelstein. Nýggju eigararnir tóku við 1. mars.
Komfort bilar selja bilamerkini BMW, Mini, Fiat, Jeep, Alfa Romeo og Maxus. Verkstaðið er autoriserað til øll hesi merkini, umframt at verkstaðið er autoriserað at servicerað Honda, upplýsir Palli Skorheim, sum er stjóri í Komfort bilum.
Taka heitu luftina úr prísunum
- Tað, tú rindar fyri ein nýggjan bil og tað, tú fært fyri ein brúktan, eigur at standa mát við veruleikan, sigur Palli Skorheim.
- Tí fara vit undir nýggjan prísbygna og lækka prísirnar niður á eitt stig, ið gevur gjøgnumskygni - bæði fyri keypara og seljara. Við øðrum orðum: Rættan bil og rættan prís, slær Palli fast.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2022
Ætlanin umfatar at byggja tvær nýggjar barakkir, 160 fermetrar hvør, upp í verandi SOR-bygning, ið koma at líkjast tí upprunaliga, sum bretar bygdu í seinna heimsbardaga
Á aðalfundinum á Krígssavninum hóskvøldið 24. februar varð prospektið, ið sýnir nýggju byggiætlanina hjá Krígssavninum løgd fram.
Hetta er stórfingin ætlan, ið umfatar at byggja tvær nýggjar barakkir, 160 fermetrar hvør, uppí verandi SOR-bygning, ein vestureftir og ein eystureftir. Bygningarnir koma tá at líkjast tí upprunaliga, sum bretar bygdu í seinna heimsbardaga.
Í Vesturbarakkini verður høvuðsinngongd og móttøka, skrivstovur til Visit Vágar, fundarhøli, almen vc, o.a. Í Eysturbarakkini verður kafé við útisvala, har útsýnið oman á Vatn og flogvøllin er av tí besta.
Báðar barakkirnar rúma eisini parti av framsýningini, serliga nakrar stórar lutir, sum ikki er pláss fyri sum er.
Prospektið vísir eisini, at fíggjartørvurin er einar 10 mió. kr. til verkætlanina, Rakstrarætlan er eisini við, ið sýnir at raksturin fæst at hanga saman við verandi inntøkum og stuðli.
Høvuðsendamálið við nýggja prospektinum er, at fara til virki og stovnar í Føroyum og uttanlands, at útvega hesa tørvandi fígging til byggiætlanina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2022
Arbeiðsbólkurin er við at koma á mál við at fáa til vega íleggjarar at seta pengar í stórhøllina í Hoyvík
Stóri danski grunnurin “A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal” hevur játtað upp í 25 milliónir krónur til stórhøllina, Føroya Arena, sum ætlanin er at byggja við Stórutjørn í Hoyvík.
Ein arbeiðsbólkur hevur seinasta hálva árið arbeitt við at savna pengar til verkætlanina, eftir at Tórshavnar Býráð í fjør gav tilsøgn um at stuðla stórhøllini við 108,6 milliónum krónum, um tað ber til at savna tilsvarandi upphædd frá øðrum stuðlum.
Les eisini: Edmund og Sjúrður gjørt avtalu um 30 mió til stórhøllina
Arbeiðsbólkurin væntar í næstum at hava fingið allan peningin til vega, og tá verður greitt nærri frá, hvussu víðari skal farast fram í verkætlanini.
Føroya Arena er eitt týðandi stig á leiðini at menna føroyskan ítrótt. Stórhøllin skal vera ein altjóða góðkendur tjóðleikavøllur til innandura ítrótt – t.d. hondbólt, flogbólt, fimleik, kurvabólt, stríðsítrótt, borðtennis, tennis, badminton, dans, bogaskjóting og billard.
Føroya Arena verður eisini karmur um konsertir, ráðstevnur, mentanartiltøk og onnur stór tiltøk, umframt at stórhøllin skal hýsa ymiskum heilsutilboðum. Føroya Arena verður eisini partur av føroysku tilbúgvingini.
Í arbeiðsbólkinum sita Niels Mortensen, Tummas Justinussen og Jón Sigurdsson, sum fóru til verka at savna pengar inn eftir áheitan frá Heðini Mortensen, borgarstjóra. Dennis Holm og Jógvan Emil Nielsen samskipa arbeiðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
Umboð fyri grunnin hevur verið á Christiansborg fyri at leita sær vitan og íblástur um føroyskar verkætlanir, ið grunnurin kann stuðla
“Vit vilja fegin gera fleiri íløgur í Føroyum”. Tað vóru boðini frá Henrik Lehmann Andersen, stjóra í Nordea-fonden, til Edmund Joensen, fólkatingslim fyri Sambandsflokkin, í vikuni.
Stjórin í einum av heilt stóru grunnunum í Danmark, var herfyri á fundi við Edmund Joensen á Fólkatingi.
Henrik Lehmann Andersen hevði umbiðið fundin av tí orsøk, at grunnurin ynskir at gera fleiri íløgur í føroyskar verkætlanir.
Nordea-fonden er ein grunnur, ið hevur eitt almannagagnlig og vælgerandi endamál. Grunnurin gevur á hvørjum árið eina heilt stóra upphædd til endamál, ið styðja tað góða lívið innan heilsu, rørslu, náttúru og mentan, og eisini verður stuðul latin til lestrarvist í útlandinum.
Í 2022 er fíggjarætlanin fyri verkætlanarstuðli á 550 milliónir krónur.
Higartil hevur Nordea-fonden bert gjørt íløgur í Danmark og eisini eitt sindur í Grønlandi.
- Tað mugu vit gera okkurt við. Stundin er komin at økja virksemið í Føroyum, segði Henrik Lehmann Andersen.
Tí bað hann um fundin við Edmund Joensen, har hann ynskti at fáa íblástur til føroyskar verkætlanir, ið hava tørv á stuðuli.
- Tað er sera gleðiligt, at Nordea-fonden, sum er ein av størstu donsku grunnunum, vísir áhuga fyri Føroyum og føroyskum verkætlanum. Vit høvdu eitt gott prát, og eg segði frá teimum verkætlanum, sum eg veit um. Men har eru uttan iva nógvar verkætlanir, sum eg ikki veit um, og tí vil eg heita á føroyingar um at leggja sær í geyma, at tað ber til at søkja um stuðul frá Nordea-fonden seinni í vár, tá latið verður upp fyri umsóknum, sigur Edmund Joensen.
Nordea-fonden stuðlar bæði smærri og størri verkætlanum, og meira kann lesast um grunnin, og hvørjar verkætlanir grunnurin letur stuðul til, á heimasíðuni hjá grunninum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2022
Móttøka í sambandi við at Marita Rasmussen er farin frá sum stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag og Niels Winther tekur við. Sí myndir
Seinnapartin í gjár var móttøka í Vinnuhúsinum í sambandi við, at Marita Rasmussen fer frá sum stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag eftir 14 ár í sessinum.
Hon byrjar í næstum sum stjóri á Havstovuni.
Niels Winther er nýggjur stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hann er 52 ára gamal, og hevur starvast í Vinnuhúsinum síðan 2011. Áðrenn hetta var hann deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, og hevur sostatt drúgvar royndir og gott innlit í tað vinnuliga økið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022
Hon verður gjørd í samstarvi við granskarar á Ílegusavninum og á Hvidovre Hospital - allir ungir føroyingar í aldrinum 15 til og við 19 verða í hesum sambandi spurdir, fyri millum annað at kanna títtleikan.
Læknar á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinumfara nú undir granskingarverkætlanina "Tann Føroyski Knækanningar Bólkurin". Verkætlanin verður gjørd í samstarvi við granskarar á Ílegusavninum og á Hvidovre Hospital.
Í stuttum snýr verkætlanin seg um knæskelskeiking hjá ungum føroyingum í aldrinum 15 til 19 ár. Knæskelskeiking er, tá knæskelin er farin úr lið.
Í fyrstu atløgu fara granskarar at kanna títtleikan, vandatáttar og ættarbregði. Síðani verður eisini farið undir at kanna langtíðar trupulleikar hjá teimum, ið hava keikt sær knæskelina.
Allir ungir føroyingar í aldrinum frá 15 til og við 19 ár fáa í hesum døgum eitt spurnarskema í MínBoks ella eitt vanligt bræv við spurningum, sum snúgva seg um knæskelskeiking. Granskararnir vóna at fáa svar frá øllum - eisini teimum, ið ikki hava keikt sær knæskelina áður.
Spurnarblaðið leggur eisini lunnar undir gransking innan aðrar knæskaðar hjá ungum føroyingum.
Høvuðsábyrgdarhavandi lækni er Niclas H. Eysturoy, ið er í høvuðsútbúgvingarstarvið innan ortopædi á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum. Høvuðsvegleiðari er Kristoffer Barfod, yvirlækni og kliniskur lektari á Hvidovre Hospitali.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2022
Sløkkiliðsbilar, sjúkrabilar, løgreglan og bjargingarfelag vóru væl mannað á Hotel Brandan hósdagin, har skipað var fyri einari tvørfakligari venjing
Tað vóru helst fleiri sum stúrsaðu við, tá tey hóskvøldið sóu neyðsendarakfør í hópatali standa uttan fyri Hotel Brandan í Havn.
Einki álvarsligt var kortini á vási, tí talan var bert ein eina venjing. Ein tvørfakliga venjing, sigur Tórshavnar Sløkkilið.
Eldur og bjarging var á skránni.
- Vit fingu hjálp frá starvsfólki á Hotel Brandan, sjúkraflutningstænastuni, løgregluni og dronu tilbúgvingini hjá Bjargingarfelagnum í Havn. Tað eyðnaðist at bjarga gestunum og at basa eldinum, ein lærurík venjing fyri allar partar, sigur Tórshavnar Sløkkilið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022
Fram til mikudagin sleppa bert 66 fólk við á hvørjum túri um Nólsoyarfjørð. Orsøkin er, at bjargingarbátarnir skulu sýnast
Næstu dagarnar kann strandfaraskipið Ternan ikki taka eins nógv ferðafólk sum vanligt, tá farið verður um Nólsoyarfjørð.
Orsøkin er, at talið av bjargingarbátum verður minni, og talan er um dagarnar fram til mikudagin 9. mars. Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðu sínari:
- Í samband við sýn av bjargingarbátum umborð á Ternuni kann Ternan føra 66 ferðafólk hetta tíðarskeið.
42-ára gamla skipið tekur vanliga nakað meira av ferðafólki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022
Nummar tvey gjørdist Sjóprotein úr Fuglafjarðar skúla, og nummar trý gjørdist Kropsskrubb úr Skúlanum á Giljanesi
Í undanfarnu viku var Løkshøll í Runavík karmur um finaluna til SkúlaFM 2022, tá virkisfúsir næmingar løgdu sínar virkisætlanir fram.
Vinnarin av SkúlaFM 2022 í íverksetan gjørdist bólkurin OVIS úr Skúlanum við Løkin, ið hevði framleitt ljóðpanelir úr føroyskari seyða ull.
Dómsnevndin legði dent á, at OVIS megnaði at gagnnýta eina vøru, sum ov ofta verður blakað burtur aftan á nýtslu. Bólkurin hevði eisini gjørt ein góða og fullmenta prototypu, sum hugtók dómarnir.
Nummar tvey gjørdist Sjóprotein úr Fuglafjarðar skúla, og nummar trý gjørdist Kropsskrubb úr Skúlanum á Giljanesi.
Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark, sum er líkandi donsk kapping fyri skúla ungdóm. Harumframt góvu Betri og Føroya Tele 5.000 krónur hvør til vinnandi bólkin.
Nr. 2 og 3. fingu somuleiðis ein vinning á ávikavist 1.500 og 1.000 krónur.
Finalan í Skúla FM er endabresturin fyri skúlarnar, sum hava arbeitt við íverksetan í skúlaárinum 2021/2022.
Tað er Íverksetarahúsið, sum skipar fyri SkúlaFM, í samstarvi við Uttanríkis- og mentamálaráðið, ið er kappingin, har ið skúlanæmingar úr framhaldsdeildini úr øllum landinum kappast í íverksetan.
Tey ungu læra at menna hugskot til nýggjar vørur og tænastur og at fremja hugskotini í verki. Harafturat fáa tey royndir í at stovna og reka egna fyritøku, skapa netverk, loysa trupulleikar og síggja møguleikar.
Tilsamans vóru seks bólkar við í finaluni í ár. Øll hugskotini vóru á høgum støði, og dómsnevndin metti, at møguleiki var at fara víðari við fleiri av hugskotunum. Í dómsnevndini sótu Jákup Dahl frá Betri Samtakinum, Tróndur Høgnason Dalsgarð frá Føroya Tele, Høgni Warberg frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum og Rannvá Troest, umboð fyri Vinnufarmaskipanina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2022
Fríggjadagin vóru Katrina Dánjalsdóttir úr Hósvík og Desmond Tobechukwu úr Nigeria gift á kommunuskrivstovuni hjá Sunda kommunu, sum fyribils heldur til í Hósvíkar skúla
Fyrrapartin fríggjadagin vígdi borgarstjórin, Jógvan Kruse, Katrina Dánjalsdóttir úr Hósvík og Desmond Tobechukwu úr Nigeria, á kommununuskrivstovuni, ið fyribils heldur til í Hósvíkar skúla.
Hetta man vera fyrsta parið, sum er vígt í Hósvíkar skúla, og samstundis er hetta eisini fyrsta parið, Jógvan hevur vígt í sínum embæti sum borgarstjóri.
Áhugin fyri at blíva giftur í Sunda kommunu er vaksandi, sigur kommunan.
Serliga eru nógvir fyrispurningar frá útlendskum pørum, sum ynskja at verða gift uttandura, í einum av okkara nátturúruperlum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022
Leygardagur 5. mars er ein av teimum døgunum í ár, har gjald ikki verður tikið av, tá koyrt verður til og úr Klaksvík
Tað er ikki tí, at tunnilin lat upp hesa dagfestingina fyri 16 árum síðani ella nakað líknandi, men hetta er ein døgunum, ið er eyðmerktur í ár.
- Tunnilsdagur verður í Norðoyatunlinum leygardagin 5. mars. Í hesum sambandi er ókeypis at koyra í Norðoyatunlinum frá kl. 06 leygarmorgunin 5. mars til sunnumorgunin 6. mars kl. 06.
Hesum boðar heimasíðan tunnil.fo frá.
Vanligt er, at eitt gjald - krónutali veldst um, ein hevur hald ella ikki o.s.fr - verður lagt á, tá koyrt verður úr Klaksvík og í Eysturoynna, men so er ikki í eitt samdøgur.
Í hesum sambandi hava handlarnir í Klakvík longri opið í dag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022
Asfaltsarbeiði á stórum parti av niðasta vegi á vestaru síðu er orsøkin
- Asfaltsarbeiði í miðbýnum í Klaksvík er farið í gongd. Strekkið, sum verður asfalterað, er frá magnstøðini og til Bókasavnið tvs. suðurendin á Stangavegnum, Nólsoyar Pálsgøta og partur av Biskupsstøðgøtu.
Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á Facebook-síðu sínari fyrrapartin.
Í løtuni er HJ Asfalt í gongd við at asfaltera aðru síðuna av høvuðsvegnum á vestaru síðu.
Meðan arbeiðið verður framt, verður ferðslan leidd við ljósskipan, og hetta kann seinka ferðsluni nakað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2022
- Sum flestu gøturnar er hon gjørd soleiðis, at hon liggur væl í lendinum og ávirkar náttúru og djóralív á staðnum so lítið, sum til ber. Tað er slættað, og borð og annað er sett upp
Ein gøta er nú gjørd út á Hvítasand nærindis Boðanesgjógv. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
- Sum flestu gøturnar er hon gjørd soleiðis, at hon liggur væl í lendinum og ávirkar náttúru og djóralív á staðnum so lítið, sum til ber.
Mynd: torshavn.fo
Tað er slættað, borð og benkur eru har, og lagt er upp til at fólk kunnu njóta eina løtu í umhvørvinum:
- Henda gøtan er er serstakliga snøgg og smoykir seg snøgt eftir lendinum. Skráin, har gamalt tilfar lá, er vorðin ein slætti, ið er skipaður við borðum/beinkjum úr gróti. Her fara mong at eta matpakka góðar summardagar.
Á seinasta býráðsfundi, ið var 24. februar, mælti borgarstjórin býráðnum til at taka undir við fíggjarnevndini um at raðfesta lendisgøtur í ár. Hetta varð so at siga einmælt samtykt, og sjey lendisgøtar verða gjørdar í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2022
Málið, at seta arbeiði í gongd á sjey slíkum gøtum, varð samtykt á býráðsfundi í Havn í síðstu viku
Fíggjarnevndin hjá Tórshavnar býráð samtykti á seinasta fundi at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini og at beina málið í býráðið til tvær viðgerðir, tí talan lutvíst er um eykajáttan.
Á býráðsfundinum 24. februar mælti borgarstjórin býráðnum til at taka undir við fíggjarnevndini, og málið varð samtykt við 12 atkvøðum fyri og einari blankari.
Málið er sostatt beint víðari til aðru viðgerð. Skotið er upp at raðfesta hesar gøtur í ár:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2022
Tilmælið á seinasta býráðsfundi var at heimila umsitingini at fara undir samráðingar og gera sáttmála við Arta/Grønt & Grátt um verkætlanina, og hetta varð einmælt samtykt
Grasagarður er einasta veruliga almenna kommunala spæliplássið í Havn, og ynskið er tí, at tað skilur seg burturúr í mun til spælipláss á dagstovnunum og úti í eigarafeløgunum.
Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur tí viljað gjørt spæliplássini bæði forvitnislig, nýskapandi og øðrvísi í mun til tað klassiska spæliplássið við siðbundnu spæliútgerðini, sum somuleiðis er í samsvari við tilráðingarnar í barna- og ungdómspolitikkinum hjá kommununi, skrivar Tórshavnar kommuna.
Eitt heildaruppskot fyri Grasagarð er tilevnað. Mælt var undan jólum til at fara undir at dagføra Grasagarð sambært hesum heildaruppskotinum, og at játta pening til endamálið. Hetta varð samtykt í býráðnum í november, men ikki bar á mál at finna fram til eitt endaligt heildaruppskot frá veitaranum, og varð samstarvið tí endað. Verkætlanin at skipa og gera nýtt spælipláss í Grasagarði varð tí boðin út í alment útboð.
Verkætlanin varð boðin út sum ein heildararbeiðstøka, og fevnir hon um allar tilfars- og arbeiðsveitingar í sambandi við skipan og gerð av spæliøki í Grasagarði sambært heildaruppskoti.
Seks tilboð komu inn, og mettur kostnaður fyri verkætlanina var 5,72 milliónir krónur.
Kommunan skrivar, at fundur hevur verið við Javna, har víst varð á teirra sjónarmið í sambandi við spæl og atkomu fyri børn við rørslutarni, og vinnandi uppskotið er eisini sera fevnandi fyri øll, bæði í mun til atkomu og spæl á øllum økinum, men nakrar smávegis tillagingar kunnu gerast í tilgongdini, fyri at fáa Grasagarð enn betur fyri førleikaskerd børn og ung.
Fundur hevur eisini verið við fyritøkuna AFRY um at ljósseta Grasagarð, so spæliøkið eisini er innbjóðandi í myrku tíðini.
Tilmælið á seinasta býráðsfundi var tí at heimila umsitingini at fara undir samráðingar og gera sáttmála við Arta/Grønt & Grátt um verkætlanina, og hetta varð einmælt samtykt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2022
Tað var Heri Joensen, prestur, sum stóð fyri at víga nýggja partin í ódnarveðrinum týsdagin. Útbyggingin heldur fram
Hesin parturin, sum varð vígdur týsdagin, var bert ein partur av útbyggingini. At hesin parturin nú varð vígdur, var fyri at halda siðvenjuna, nú tað longu nú er neyðugt at jarða fólk í hesum partinum. Tørvur er áhaldandi á víðari menning og víðkan, soleiðis at tøk pláss eru, áðrenn hesin parturin er fullur.
Í tríatiárunum varð kirkjugarður gjørdur við Velbastaðvegin. Fyri umleið sjeyti árum síðan varð eisini kapell bygt. Í kirkjugarðinum í dag eru útivið 8.000 fólk grivin, umframt einar hálvtannaðhundrað urnur. Kirkjugarðurin er støðugt víðkaður eftir tørvi.
Tað var Heri Joensen, prestur, sum stóð fyri at víga nýggja partin av kirkjugarðinum í ódnarveðrinum týsdagin. Heri greiðir frá, at talan er um elligamlan kristnan siðaarv, sum upprunaliga eru komin higar úr donsku fólkakirkjuni.
Bæði nýggir kirkjugarðar og nýggj øki, ið verða løgd aftrat, verða vígd. Á bygd fer hetta vanliga fram, tá tann fyrsti verður jarðaður í økinum. Í Havn verður hetta eisini gjørt, hvørjaferð kirkjugarðurin verður víðkaður.
Siðvenjan er soleiðis, at gingið varð runt um økið, meðan ein sálmur varð sungin – hesaferð var tað sálmurin “Her møtast allir vegir” – og tá komið var runt og prestur hevði lisið eitt fast rituali, varð sálmurin, “Deyði, hvar er nú broddur tín”, sungin.
Fyri føroyingar flestar er kirkjugarðurin eitt hátíðarligt og friðfult stað, vit hava virðing fyri. Her siga vit farvæl og sambært kristnu trúnni verða tey deyðu grivin í trúnni á uppreisn til ævigt lív.
Heri Joensen sigur, at mong halda, at reint praktiskt hevur vígslan neyvan stórvegis týdning. Hinvegin heldur hann, at fólk ynskja at verða grivin í vígda jørð – hann hevur enntá upplivað, at fólk, sum ikki eru limir í fólkakirkjuni, hava útsett jarðarferð, til jørðin var vígd.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
Á fundinum 12. mars á Hotel Hafnia í Havn, verður m.a. gestarøða frá Jakob Ellemann-Jensen, formanni í Vinstra, sum eisini fer at skifta orð við formanninum í Sambandsflokkinum um ríkisfelagsskapin og umheimin
Leygardagin 12. mars hevur Sambandsflokkurin landsfund á Hotel Hafnia í Havn.
– Sambandsfólk kunnu gleða seg til eina fjølbroytta og spennandi skrá á árliga landsfundinum hjá Sambandsflokkinum. Formansrøða, víðkað politiskt orðaskifti, gestarøðari frá Vinstra og sofaprát er millum annað á skránni. Um kvøldið er ársveitsla, skrivar Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi.
Fundurin verður frá klokkan 8.30 til 16.
Formaður, Bárður á Steig Nielsen, setur fundin og leggur við formansrøðu síni upp til politiskt orðaskifti, har veljarafeløg, ungmannafelag og sambandsfólk sleppa til orðanna. Landsstýrisfólkini taka eisini lut í orðaskiftinum.
Eftir steðgin á middegi, fer gestarøðarin, Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, at siga nøkur orð, og skipað verður síðani fyri sofapráti millum teir báðar formennirnar. Evnið er ríkisfelagsskapurin og umheimurin. Ein orðstýrari skipar kjakið, og høvið verður at seta spurningar.
Eftir steðgin seinnapartin heldur politiska orðaskiftið fram. At enda tekur formaðurin samanum.
Eftir landsfundin verður ársveitsla.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2022
Petur Sørensen, søluleiðari, varð í vikuni heiðraður við gávu frá drotningini fyri 50 ára trúgva tænastu hjá Leif Mohr
Viðskiftafólk, familja og starvsfelagar vóru týsdagin savnað í hølunum hjá Leif Mohr á Hoyvíksvegnum til móttøku, nú Petur Sørensen, søluleiðari, hevði verið í starvi hjá fyritøkuni síðani 1. mars 1972. Hann hevur sostatt starvast hjá Leif Mohr í samfulla hálva øld.
“Ein 60 wats pera ella ein breyðristari eru líka týdningarmikil sum eitt stórt tilboð. Allir kundar hava uppiborið virðing.” Soleiðis segði Leivur Holm, stjóri hjá Leif Mohr, millum annað, tá hann í dag helt røðu í samband við 50 ára starvsdagin.
Viðskiftafólk og starvsfelagar í hópatali hava seinastu dagarnar á Facebook lýst Petur Sørensen sum trúfastan, arbeiðssaman og eldhugaðan, og á móttøkuni fekk Petur eisini eina heilt serstaka viðurkenning úr Danmark.
Í røðu síni avdúkaði Leivur Holm, stjóri, nevniliga, at Margreta drotning hevur ynskt at sýna Peturi kongaligan heiður fyri trúgva tænastu, og tí fekk Petur á móttøkuni í dag handað den kongelige belønningsmedalje med krone.
Petur segði í takkartalu, at hann er rørdur av at hava fingið medaljuna frá Margretu.
- Vit byrjaðu í senn. Hon sum drotning og eg hjá Leif Mohr. Nú skal eg inn at vitja hana!
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2022
Torbjørn Olsen er ein framúr koloristur – tað bera hesir málningarnir prógv um
BankNordik-savnið hevur ognað sær tríggjar nýggjar málningar eftir listamannin Torbjørn Olsen. Tað er fimm ára avtalan millum Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið og Pf. BankNordik um stuðul at keypa føroyska samtíðarlist, sum ger hetta møguligt.
Møguliga hevur ættin úr Haldarsvík havt ein leiklut á tann listarliga førningin, sum Torbjørn Olsen er ríkaður við. Í fólkateljingini í 1850 fyri Mikines er langomma S. J. Mikines; ”Susanne Joensdatter, F: 1814 fra Haldersvig, gift med Joen Joensen, F: 1804.” Susanne er ættarfólk hjá Torbirni Olsen, so hann og Olsen brøðurnir og fleiri í tí ættini hava og hava havt góð listarlig evni.
Sum ungur drongur arbeiddi hann nógv við at tekna og mála vatnlitsmyndir. Hann varð hildin til at tekna og mála av foreldrunum. Í teimum mongu summarfrítíðunum hjá abba og ommu á Bø í Haldarsvík fekk mammubeiggin, Johannes, sum sjálvur hevði listarligar gávur, stóra ávirkan á Torbjørn Olsen.
Sum so nógv onnur føroysk listafólk fór Torbjørn Olsen eisini eitt tíðarskeið til Keypmannahavnar fyri at nema sær útbúgving. Í tíðarskeiðinum 1972-74 gekk hann á tekniútbúgvingini hjá Robert Askov-Jensen á Ny Carlsberg Glypotekinum. Hann kom heimaftur 11 ár seinni við einum listarligum førningi, ávirkaður av øllum hann hevði sæð og nomið sær.
Torbjørn Olsen er fjøltáttaður listamaður; tematiskt málar hann føroysku náttúruna, býarmyndir, portrett, altartalvur og mangt annað. Hann er framúr koloristur, sum hesar tríggjar myndirnar, sum BankNordik-savnið hevur ognað sær, bera prógv um. Hann abstraherar í ein mun frá motivinum í málningunum og letur litirnar fáa høvuðsleiklutin, sum ger listana sera áhugaverda.
Torbjørn Olsen er ein hollur portrettmálari og sigst at vera ein tann besti í Norðurlondum. Eitt av høvuðsverkum hansara er portrettið av Rosu av Rógvu (1993), sum er framúr góð. Hann hevur eisini málað fleiri altartalvur í Danmark og í Føroyum. Altartalvan í Haldarsvík (1996) er eitt annað av høvuðsverkum hansara; temað er tann heilaga kvøldmáltíðin, sum er ein parafrasa yvir kvøldmáltíðarmyndina hjá Leonardo da Vinci.
Torbjørn Olsen hevur málað bæði uttandura og frá útsýninum úr atelieriunum, hann hevur búleikast í gjøgnum tíðina. Tað eru sera nógv týdningarmikil verk út yvir Vestaruvág frá tíðarskeiðinum, tá ið hann húsaðist í smiðjuni hjá Wenzel úti í Bakka. Nú eru myndirnar úr atelierinum í Eiriksgøtu yvir Havnina.
Verkini, sum BankNordik-savnið hevur ognað sær, eru øll málað í Eiriksgøtu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
Reiley, Brimheim, Yggdrasil og EKA teljast millum teirra, ið hava flestar tilnevningar á FMA 2022
Tilsamans 17 virðislønir verða latnar á FMA í Norðurlandahúsinum 12. mars.
Dómsnevndir hava seinastu vikurnar vigað og mett um útgávur og stakløg. Talan er um fleiri enn 20 fólk, sum nú eru komin við sínum uppskotum og endaliga úrslitið sæst niðanfyri.
Umframt hesar virðislønir verða seks virðislønir latnar uttan tilnevningar. Hesar eru Áhoyraravirðislønin, Exportvirðislønin, Ársins framleiðari, tekstur, húsi og Ársins tónleikaheiður.
Exportvirðislønin er nýggjur heiður á FMA, sum verður latin í samstarvi við FMX, tónleikaútflutningsstovuna.
Áhoyraravirðislønin er einasta virðislønin, sum verður latin uttan um dómsnevndir. Har kunnu øll fara inn og atkvøða á Sona-appini. Tað ber til fyrrapartin í dag til og við 12. mars, tá FMA verður víst beinleiðis í sjónvarpinum.
Tey, sum eru í uppskoti á FMA 2022, eru hesi:
Popp og rokk flokkurin
Ársins kvinnuligi sangari:
Brimheim
Dania O. Tausen
Greta Svabo Bech
Lea Kampmann
Konni Kass
Ársins mannligi sangari:
Beinir
Knút
Ragnar Finsson
Reiley
Teitur
Ársins sangur:
“Hey Amanda” – Brimheim
“Let it ring” – Reiley
“Tú angar so væl” - Bjarki Hansen
“Unicorn” - Ester Skála
“Villiniborg” - Knút
Ársins útgáva:
“Cazador de Ostras” – Teitur
“Crossing” – Horrse
“Diplopia” - Konni Kass
“Gonguteigatúnatos” - Dania O. Tausen
“The reeson for hardcore vibes again” - Joe & The Shitboys
Ársins bólkur ella einstaklingur:
Brimheim
Horrse
Joe & The Shitboys
Reiley
Teitur
Ársins nýggja navn:
Brimhvítt
EKA
Horrse
Jósef Zachariassen
Reiley
Sanna Bæk Hoydal
Opin flokkur
Ársins sangari ella einleikari:
Ernst Remmel
Kristina Thede Johansen
Sanna Bæk Hoydal
Ársins útgáva ella konsert:
“Live at Salt” – EKA
“Porkerisvatn” – Yggdrasil
“Tónlist” - Fonetika
Ársins kompositión:
“Mourner’s Adagio” - Óli Jógvansson
“Skýggj” – Yggdrasil
“Sóleyan” - Elin Heinesen
Ársins bólkur ella kór:
Det Ferösche Compagnie
EKA
Yggdrasil
Ársins videolag:
“Alt annað enn vanligt” - Dania O. Tausen (leikstjóri Maria Tórgarð)
“Frank” - Konni Kass (leikstjóri Maria Tórgarð)
“Glashús” - Einangran (leikstjóri Heiðrik á Heygum)
“Let it ring” - Reiley (leikstjóri Reiley)
“Pull the trigger” - Joe & The Shitboys (leikstjóri Terji Mohr)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
Skúvanes er staðarnavn vesturi á Vágseiði
Tað legst afturat øl-familjuni hjá Biskupskeldu, lítla bryggjarínum við heimstaði í Vági.
Nýggjasti limurin í familjuni eitur Skúvanes - ein nýggj stout øl – sum nú fer á hillarnar hjá Rúsdrekkasølu Landsins.
Skúvanes er ein mild og kremut stout øl við íblástri frá írsku stout traditiónini, og er 4,0 prosent til styrki.
Hetta er fjórða ølin frá Biskupskeldu, sum nú fer á hillarnar hjá Rúsuni, har tað frammanundan eru Huldugentan (ein NEIPA-øl), Johanna (ein IPA-øl) og Ottar (ein myrk gull øl).
Skúvanes er staðarnavn vesturi á Vágseiðið og yrkti Hans í Líðini, sáli, um Vágseiðið:
Og tá brimið nú harðliga sjóvar,
rokið stendur í Faradalsur,
fyri oyrum sum kvøði tað ljóðar,
ført er fram í náttúrinnar dur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2022
"Matur - okkara virðismikla tilfeingi" verður kallað ein "kærkomin bók, sum kann fáa børnini at skilja, at matur ikki er ein sjálvfylgja"
Í hesi vikuni fór bókin “Matur – okkara virðismikla tilfeing”i út í handlarnar. Hetta er ein upprunaføroysk faktabók um matframleiðslu og -oyðsl og veðurlagsbroytingar, sum er viðkomandi fyri bæði børn og vaksin. Sanna Andrassdóttir Dahl og Gunnhild Dahl Niclasen hava skrivað hesa bók, sum eisini er partur av krossfiskarøðini hjá Bókadeildini og Námi og sostatt hóskandi sum undirvísingartilfar til mið- og hádeild.
Bogi Hansen, havfrøðingur, sigur soleiðis um bókina: ”Ein sera kærkomin bók, sum kann fáa børnini at skilja, at matur ikki er ein sjálvfylgja, og ikki minni okkum vaksnu, sum innflyta næstan hvønn bita, sum fer í munnin, um hann ikki fer í ruskspannina.”
Útgávutiltak
Í sambandi við, at ein nýggj upprunaføroysk faktabók er komin á marknaðin, verður skipað fyri útgávutiltaki hósdagin 10. mars kl. 20 í Reinsarínum í Havn. Bókadeildin bjóðar vælkomin, og síðani fer Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen at hava samrøðu við høvundarnar. FNU fer eisini at hava eina framløgu um veðurlagsbroytingar. Harumframt fer Guðrið Hansdóttir at syngja, og Mat- og moldmentanarháskúlin ger okkurt ábit.
Um bókina
Visti tú, at ein triðingur av øllum mati, sum verður framleiddur í heiminum, fer í rusk? At tað fara næstan sjey fullir bilar við mati og matleivdum um vikuna á brennistøðirnar í Føroyum? At vit í miðal fyri hvønn føroying innflyta 15 kilo av neytakjøti um árið? Og ikki minst, at vit øll kunnu gera nógv fyri at minka um nøgdirnar av mati, sum fara burtur? Matvøruframleiðsla hevur stóra ávirkan á umhvørvið, og eisini á veðurlagsbroytingar. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvar maturin, vit eta í Føroyum, kemur frá, hvat vit gera við matin heima, og hvat vit sjálv kunnu gera fyri at minka um matoyðsl heima hjá okkum sjálvum.
Um høvundarnar
Gunnhild og Sanna eru systrar. Gunnhild er fødd í 1983 og hevur lisið samfelagsfrøði og humanvistfrøði. Sanna er fødd í 1981 og hevur lisið mál- og bókmentafrøði. Tær vóru við at endurstovna FNU, Føroya náttúru- og umhvørvisfelag, í 2014, og fyrstu árini sótu tær í nevndini.
Tær eru við í VistGrøði umframt í átakinum Kjøtfríur mánadagur – Føroyar.
Bókin er innbundin, 100 blaðsíður og kostar 225 krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
Í vikuni gav Posta út nyggj frímerki
28. februar komu nýggj frímerki út frá Posta. Myndevnini á nýggju frímerkjunum eru heimsfilmur á Kalsoynni, norðlýsi og William Morris.
Posta skrivar soleiðis um frímerkini:
Heimsfilmur á Kalsoynni
Í september 2021 kom nýggi James Bond filmurin ”No Time to Die” út. Tað sermerkta fyri okkum føroyingar er, at hetta er fyrsti James Bond filmur, sum hevur upptøkur úr Føroyum. Tí hava vit valt at geva út frímerki av Kalsoynni.
Filmsupptøkurnar vórðu gjørdar í 2019, tá filmað varð í fimm dagar á Trøllanesi og í stórsligna umhvørvinum við vitan á Kallinum. Hesi vitjunarverdu støð norðanvert á Kalsoynni eru kend fyri bæði vakurleika og stórbæri.
Myndirnar hevur Jákup Brúsá tikið.
Norðlýsi
Norðlýsið kveikist, tá orkan í sólvindinum mennist í styrki, serliga tá ógvuslig gos, sokallaði ”flares” koma fyri á sólini, og tá bitlarnir í sólvindinum raka magnetøkið hjá jørðini. Langar rásir av marglittum ljósi dansa og snúgva seg undir hválvinum – litirnir skifta frá gulgrønum yvir í grønt, blátt og reytt. Í stjørnuklára kvøldinum er tað, sum ein kennir tær neista og glampa.
Thomas Vikre og Árni Øregaard hava tikið myndirnar.
William Morris í Føroyum í 1871
Kendi bretski listahandverkarin, William Morris (1834-1896), vitjaði í Føroyum ávegis til Íslands í 1871, og skrivaði hann eina ferðafrásøgn um hetta. Á ferðini fekk hann hugskotið til gráa vevnaðin við heitinum ”Pure Torshavn Weave Fabric”. Ein klassiskur og modernaður vevnaður, sum verður framleiddur enn tann dagin í dag.
Kim Simonsen hevur sniðgivið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2022
Tað verður søguligt, tá fyrsta rakettin verður send út frá bretskari jørð, væntandi í triðja ársfjórðingi í ár
Síðst í mars kann vera klárt at fara undir at byggja fyrstu rakettútskjótingarrakettina í Bretlandi á hetlendsku oynni Unst.
Lokalu myndugleikarnir hava nú givið sítt byggiloyvi. Hetta merkir, at byggingin kann fara í gongd um 28 dagar. Hetta tíðarskeiðið hava skotskir ráðharrar møguleika at kanna verkætlanina nærri og kalla partar inn til nærri frágreiðingar.
Um ongin innkalling kemur frá skotskum myndugleikum, kann farast undir at byggja SaxaVord UK Spaceport á Lamba Ness í landnorður horninum av Unst – og er so at siga nærmasta land úr Føroyum, bert góðar 320 kilometrar úr Akrabergi.
Verkætlanin er mett at kosta 43 milliónir bretsk pund, svarandi til 382 milliónir í okkara pengum.
Byggjast skulu tríggjar rakett-rampur á Lamba Ness har møguleiki verður at senda smærri fygisveinar í ringrás um jørðina. Málsetningurin er at kunna standa fyri upp í 30 rakettútskjótingum árliga, upplýsir SaxaVord á heimasíðuni í dag.
Hóast sjálv byggingin av útskjótingarstøðini ikki fer í gongd fyrr enn síðst í mars, so er tað framvegis ætlanin at kunna standa fyri fyrstu rakettútskjóting á bretskari jørð longu í triðja ársfjórðingi í ár.
Tað ræður um at skunda sær, tí hetta snýr seg eisini um at kunna gerast ein týðandi viðleikari vinnuliga rúmdarvirkseminum í Evropa – ein vinna, sum verður spádd at kunna gerast rættiliga umfatandi í komandi tíðum.
Stigtakarin og stjórin fyri SaxaVord Spaceport, Frank Strang, sigur soleiðis um ætlanina:
- Vit hava nú í fimm ár arbeitt við at fáa rúmdarvirksemi til Hetlands, so tað er fantastiskt at búskaparligu fyrimunirnir longu merkjast. Vit arbeiða tætt saman við etableraðum hetlendskum fyritøkum, men hetta virksemi hevur eisini sett gongd á nýtt virksemi her á Unst, fyrirøkur, sum vilja vera við í okkara spennandi verkætlan.
- Komandi 18 mánaðirnar er ætlanin at brúka 43 milliónir pund, vaksandi upp í 100 milliónir (890 milliónir krónur, -red.) komandi fimm árini. Vit eru longu farin ígongd við ávís jørðarbeiði so hvørt sum vit fáa loyvi frá lokalu myndugleikunum at fara í gongd.
- Okkara vón er, at vit við hesi ætlan, kunnu seta eina søguliga ætlan í verk fyri Hetland, Skotland og Bretland, sigur Frank Strang, sum vísir á, at tey hava fingið óvanliga góðan stuðul í lokalsamfelagnum, ein stuðul, ið hevur verið við til at hildið vónini uppi gjøgnum ta longu tilgongdina, sum hevur verið.
Sum skilst, er ætlanin framvegis, at Føroyar skulu spæla ein leiklut í hetlendsku rúmdarætlanini. Tað snýr seg um at hava eina støð, sum kann taka niður dátur í sambandi við útskjótingarnar, tí skotið verður norðureftir, og tá gerast Føroyar nærmasta landøki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2022
Fleiri lond, m.a. Ukraina, Ísland, Finnland og Noreg heittu á EBU um ikki at loyva Russlandi við, orsakað av innrásini í Ukraina
Tá ársins umfar av altjóða Eurovision sangkappingini fer av bakkastokki í italska býnum Torino í mai, verður tað uttan russiska luttøku.
Orsakað av russisku innrásini í Ukraina, hevur European Broadcasting Union (EBU), sum stendur fyri sangkappingini, boðað frá, at Russland ikki sleppur at luttaka í ár.
Vesturheimurin hevur sett revsitiltøk í verk móti Russlandi, og fleiri limir í EBU, harímillum ukrainska sjónvarpsrásin UA:PBC heitti á EBU um at nokta Russlandi at luttaka, skrivar BBC.
Úr m.a. Íslandi, Finnlandi og Noregi hevur eisini verið heitt á EBU um ikki at loyva Russlandi við í ár. Úr Finnlandi varð enntá sagt, at landið ikki fór at senda nakað umboð til Eurovision, um Russland slapp at luttaka.
Tað var italski bólkurin Måneskin, sum vann sangkappingina í Rotterdam í 2021, og tí verður Italia vertur í ár.
Russland hevur luttikið í altjóða sangkappingini 23 ferðir, síðan landið fyri fyrstu ferð luttók í 1994. Tíggju ferðir hevur landið verið millum fimm tey bestu. Kortini hevur landið bert vunnið kappingina eina ferð. Tað var í 2008.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2022
Leiðarin fyri svenska flogvápnið kallar hendingina fyri óprofessionella og ábyrgdarleysa
Svenska flogvápnið vísti mikudagin myndir av fýra russiskum stríðsflogførum, sum flugu í svenskum loftrúmi.
Tey fýra flogførini vórðu sædd eystan fyri Gotland yvir Eystrasalt, umleið 90 kilometrar úr svensku strondini. Sambært svensku verjuni, var talan um tvay flogfør av SU 27-slagnum og tvey SU 24.
Leiðarin fyri svenska flogvápnið, Carl-Johan Edström, kallaði hendingingina fyri “óprofessionellur og ábyrgdarleysur atburður frá russiskari síðu”, skrivar dr.dk.
Svensk Gripen 39-flogfør vórðu send til staðið fyri at skjalprógva hendingina við myndum.
- Hetta vísir, at okkara tilbúgving er góð. Vit vóru á staðnum fyri at tryggja okkara umveldismark, sigur Edström.
Svenska verjan hevur verið í hægstu tilbúgving undir Ukraina-kreppuni, og serliga væl verður ansað eftir í Gotlandi.
Í Svøríki verður lívliga kjakast um, hvørt Svøríki skal gevast við sínum neutraliteti, fyri í staðin at gerast limur í Nato. Kjakið hevur fingið nýtt lív eftir russisku innrásina í Ukraina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
Fyri fyrstu ferð er meiriluti í fólkinum fyri at landið gerst partur av vesturlendsku verjusamgonguni
Í vikuni skuldu politisku flokkarnir í Finnlandi umrøða, um landið skal gerast partur av verjusamgonguni millum vestanlond, Nato.
Tað upplýsti finski stjórnarleiðarin, sosialdemokraturin Sanna Marin, sambært svensku TT tíðindastovuni.
Tingingarnar skulu snúgva seg um kríggið í Ukraina, men ein møguligur limaskapur í Nato er ein natúrligur partur av hesum, sambært Marin.
Markið millum Finnland og Russland er 1.340 kilometrar langt, og fyri fyrstu ferð nakrantíð er fólkið fyri, at landið gerst Nato-limur. Finska publik service kringvarpið, Yle, gjørdi dagin fyri russisku innrásina eina veljarakanning um júst Nato-limaskapin.
Hon vísti, at 53 prosent av fólkinum heldur, at Finland skal verða limur í Nato, skrivar dr.dk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2022
Ketanji Brown Jackson, samveldisdómari í Washington D.C. fer væntandi at sita í amerikanska hægstarættinum fyri Stephen Breyer, sum gevst eftir 27 ár
Í januar varð boðað frá, at elsti dómari í amerikanska hægstarættinum, 83 ára gamli Stephen Breyer, gevst eftir 27 ár sum hægstarættardómari, og farna vikuskiftið boðaði amerikanski forsetin, Joe Biden frá, at hann hevði valt 51 ára gomlu Ketanji Brown Jacksonn at yvirtaka sessin í hæstarættinum.
– Ketanji Brown Jackson er ein av hvassastu løgfrøðingunum í USA, sum fer at verða ein framúrskarandi dómari í hægstarættinum, sigur Joe Biden.
Tíðindafundur í Hvítu Húsunum undanfarna fríggjadag (Mynd: EPA)
Tilnevningin av einum hægstarættardómara skal nú góðkennast av Senatinum, har demokratar í løtuni hava meiriluta. Níggju dómarar eru í hægstarættinum, og seks teirra eru konservativir, meðan tríggir eru liberalir.
Ein hægstarættardómari situr fyri lívið, ella inntil hann velur at fara á pensjón. Seinasta útskiftingin í hægstarættinum var í oktober, tá Senatið, sum tá hevði republikanskan meiriluta, góðkendi Amy Coney Barret, sum táverandi forsetin, Donald Trump hevði tilnevnt fyri Ruth Bader Ginsburg, sum andaðist í september sama árið.
Ketanji Brown Jackson er samveldisdómari í einum kærudómstóli í Washington D.C. Verður hon góðkend, verður hon fyrsta afroamerikanska kvinnan at sita í amerikanska hægstarættinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2022
Stýrið fyri norska orkufelagið Equinor hevur avgjørt at steðga øllum orkuíløgum í Russlandi og byrja eina tilgongd at taka seg úr øllum virksemi í Russlandi
Hetta hendi stutt eftir, at bretski oljurisin BP sunnudagin gjørdi av at gevast við sínum virksemi í Russlandi sum ein avleiðing av russisku innrásini í Ukraina.
Eins og BP hevur Equinor eina drúgva søgu við samstarvi við russiskar orkufyritøkur. Í samfull 30 ár hevur Equinor (fyrr Statoil) verið partur av olju- og gassleiting og framleiðslu í Russlandi.
- Vit eru skelkað av innrásini í Ukraina, sum er eitt afturstig fyri allan heimin, og vit hava samhuga við øllum teimum, sum verða rakt av russisku álopunum, sigur Anders Opedal, stjóri í Equinor.
Hann sigur víðari, sambært heimasíðuni hjá Equinor, at felagið fer nú at steðga øllum nýggjum íløgum í Russlandi, og fer at taka seg úr øllum samstarvi við russisk feløg.
- Høvuðsorsøkin til hesa avgerð er trygdin hjá okkara starvsfólkum, sigur Opedal. Equinor, sum hevur verið virkið í Russlandi síðani fyrst í 90-unum, gjørdi í 2012 eina samstarvsavtalu við russiska felagið Rosneft, sum staturin eigur. Equinor hevur starvsfólk bæði í Russlandi og í Ukraina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2022
Felagið hevur gjørt avtalu um framleiðsluskip til Rosebank kelduna eystan fyri Føroyar
Nú um dagarnar tók norska orkufelagið Equinor eitt týðandi stig á leiðini at útbyggja olju- og gassleiðina Rosebank eystan fyri føroyska markið. Saman við partnarunum Suncor Energy og Siccar Point Energy hevur Equinor undirskrivað avtalu við Altera Infrastructure um leigu av framleiðslu- og goymsluskipinum (FPSO) Petrojarl Knarr at brúka á Rosebankkelduni, tá útbyggingin er liðug um nøkur ár. Í
løtuni arbeiðir skipið fyri Shell á norska landgrunninum.
Rosebank keldan liggur tætt við føroyska markið. Verður hon útbygd, sum nógv bendir á, so verður bráddliga eitt nýtt undirstøðukervi tætt við føroyska landgrunnin, sum í framtíðini møguliga kann flyta føroyskt gass á bretska marknaðin, sum eins og restin av Evropa hevur stóran tørv á gassi.
Rosebank er ein av teimum størstu olju- og gasskeldunum á øllum bretska landgrunninum, sum enn ikki er vorðin útbygd til framleiðslu. Hon varð funnin í 2004 og hevur síðani skift eigara nakrar ferðir. M.a. hava feløg sum OMV, DONG, Ineos, Chevron og táverandi Statoil verið partur av kelduni.
Í dag er tað so Equinor, sum skal standa fyri útbygging av kelduni. Hon er mett at goyma tað, sum svarar til 300 milliónir tunnur av olju og gassi. Í bretsku stjórnini er semja um at skunda undir útbyggingar av olju- og gasskeldum og hava bæði bretski fíggjarráðharrin og orkuráðharrin úttalað, at Bretlandi tørvar olju og gass í mong ár aftrat, og at tað tí hevur alstóran týdning, at keldur sum Rosebank verða útbygdar.
Nógv olja og gass er funnið skamt frá føroyska markinum. Nú verður av álvara tosað um at útbyggja olju- og gasskeldur har. Í grannalagnum á føroyskum øki er Anne Marie gassleiðin, sum møguliga goymir føroyskt gass.
Møguliga fleiri Rosebank keldur í Føroyum
Tað, sum er serligt við Rosebank kelduni, er, at oljan og gassið liggur millum basaltfláir av sama slag, sum finnast í Føroyum. Hetta er ein avbjóðing men kortini verður mett, at tað kann loysa seg at taka olju og gass upp úr undirgrundini. Á messum, har Jarðfeingi hevur luttikið á seinastu árini, hevur tað tí eisini verið ein av boðskapunum til orkufeløg, at møguleiki er fyri, at líknandi keldur sum Rosebank kunnu finnast fleiri staðni inni á føroyska landgrunninum, nú jarðfrøðin báðumegin markið tykist ikki sørt meinlík. At slík ikki er funnin kemst fyrst og fremst av, at so lítið er leitað um her.
Áhugavert er tó at bíta merki í, at gass er funnið í fleiri av boringunum, sum eru gjørdar við Føroyar. Men so fáir brunnar eru boraðir, at tað vil vera skeivt at útiloka møguleikan fyri at gera lønandi kolvetnisfund. Í bretskum øki eru boraðir fleiri hundrað brunnar, og tí eru eisini gjørd fleiri fund.
At Rosebank nú helst verður útbygd - tó við tí fyrivarni, at endaliga avgerðin um útbyggingina enn ikki er tikin - kann tað eisini fáa týdning fyri framtíðar leiting og framleiðslu við Føroyar. Fyri eina møguliga føroyska olju- og gassframleiðslu vil eitt undirstøðukervi á Rosebankkelduni nærhendis við bæði framleiðsluskipi á staðnum og gassrørleiðing til Hetlands ella Skotlands nevniliga hava alstóran týdning.
Cambo olju- og gasskeldan liggur bert fáar kilometrar frá føroyska markinum. Verður hon útbygd kann undirstøðukervið har bráddliga verða við til at lata upp fyri bæði føroyskari oljuleiting og framleiðslu.
Bretskt undirstøðukervi avgerandi fyri Føroyar
Ein kann siga, at tað er nærum alfa og omega fyri eina framtíðar føroyska olju/gass framtíð, at eitt nýtt undirstøðukervi verður ment hinumegin markið, antin á Rosebank ella Cambo ella á báðum støðum. Hesar stóru oljuleiðirnar liggja nevniliga so tætt við føroyska markið, at tær og teirra undirstøðukervi kunnu koma at taka ímóti olju og gassi frá møguligum leiðum føroysku megin markið eisini. Tá slepst undan at flyta møgulig kolvetni til lands í Føroyum ella at skula gera stórar íløgur í undirstøðukervi á føroyska landgrunninum.
Enn ein stór olju- og gasskelda skamt frá føroyska markinum, Cambo, hevur eisini verið á tekniborðinum ávegis til útbygging. Men eftir m.a. sera harða mótstøðu frá umhvørvisfelagsskapum og politikarum gjørdi Shell fyri stuttum av at taka seg úr byggiverkætlanini. Felagið metti ikki verkætlanina fíggjarliga nóg forsvarliga, eitt nú tí tað bar ótta fyri nógvum seinkingum.
Eygleiðarar hava síðani mett, at tá felagið ikki helt seg fáa neyðuga stuðulin frá myndugleikunum í Bretlandi til at fremja útbyggingina, og grøna mótstøðan gjørdist so ógvuslig, tá gjørdi Shell rætt og slætt av at taka seg úr hesi verkætlanini.
Nú verður so bíðað eftir, hvørja avgerð fyristøðufelagið á Cambo, Siccar Point fer at taka til víðari gongdina. Myndugleikarnir í Bretlandi hava heitt á felagið um at siga frá í mars, hvørjar ætlanir tað hevur við Cambo loyvinum. Nú kreppa hevur tikið seg upp um orkutrygdina í Evropa m.a. í sambandi við veitingar av russiskum gassi, so er ikki ósannlíkt, at tað verða íleggjarar, sum vilja fylla tómrúmið eftir Shell út.
Gulu blettirnir umboða brunnar, sum eru boraðir. Í Føroyum eru einans boraðir 9 brunnar, ein dropi í havinum, meðan hundraðtals brunnar eystan fyri markið hava givið góð úrslit og er hetta økið nú tað mest lønandi á bretska landgrunninum sum heild.
ES umhugsar at góðkenna gass
At ES nú umhugsar at góðkenna gass sum grøna orku, og sama ES ikki ynskir at vera bundið at russiskum gassi í framtíðini, setir so eisini ferð á gitingarnar um, at íleggjarar og orkufeløg kunnu fara at vísa eitt nú bæði olju- og gassleiting og útbyggingum av verandi fundum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum (økið millum Hetland og Føroyar) størri ans.
Tí kann hugsast, at fleiri av olju- og gasskeldunum, sum longu eru funnar eystan fyri føroyska markið, fara at koma í fokus komandi tíðina. Umframt Rosebank og Cambo er eisini ein verkætlan hjá BP at útbyggja enn ein part av risastóru Clair kelduni, Clair South, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Haraftrat kemur enn ein stór gasskelda í sama øki, Glendronach, sum Total hevur í umbúnað at útbyggja og harvið kunna økja um gassframleiðsluna á bretska landgrunninum. Og soleiðis kundi verið hildið fram við at nevna olju- og gasskeldur, sum kunnu gerast áhugaverdar, nú eitt nú ES vil førka seg burtur frá bindingini av russiskum gassi eins og veitingum úr diktaturveldum í Miðeystri. Spurningurin um orkuveitingartrygd er bráddliga vorðin sera aktuellur.
Tað stendur tó greitt, at umhvørvisfelagsskapir serstakliga í Bretland royna at forða fyri, at hvørki olju- ella gasskeldur verða útbygdar, tí tær stríða ímóti royndunum at fáa steðga verðurlagsbroytingunum.
Ein avgerð í ES um at góðtaka gass sum grøna orku kann tó verða við til at venda hesum ráki. Ikki minst nú lond hava valt at stongja bæði kjarnorkuverk og kolaorkuverk, sum aftur setir krøv til aðra orkuframleiðslu so sum gass.
Hóast stórar íløgur verða gjørdar í vindorku til havs eins og í sólorku og sjóvarfalsorku, so røkka hesi ikki til at nøkta stóra og vaksandi eftirspurningin eftir orku í mong ár aftrat.
Økið við Føroyar, sum er boðið út til oljuleiting. Vit síggja, hvussu tætt við markið fleiri av olju- og gasskeldunum liggja.
Føroyaøkið kann gerast áhugavert
Tí kann roknast við, at eitt øki sum Føroyar, ið hevur bjóðað íleggjarum og orkufeløgum at leita eftir kolvetnum á føroyska landgrunninum síðani 2000, aftur kann koma í størri fokus - bæði tí ES ikki vil vita av russiskum gassi, og nú ES sjálvt eftir øllum at døma fer at geva grønt ljós til gass sum part av framtíðar orkuveitingini.
Vit kunnu so bara gita, hvat hungrandi orkumarknaðurin í ikki bert ES men øllum Evropa fer at fyritaka sær komandi árini – og her eisini viðvíkjandi føroysku undirgrundini og atgongdini til hesa. Kemur gongd nú á virksemið hinumegin markið, tá vil tað uttan iva eisini fara at ávirka áhugan fyri stóra føroyska landgrunninum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2022
-fyri at gerast minni bundið at russiskum gassi. Mikumorgunin varð oljuprísurin góðar 110 dollarar - í morgun gjørdi hann eitt ógvusligt lop til 120 dollarar.
Um somu tíð sum kríggið í Ukraina harðnar, og russar hava tikið tann fyrsta stórbýin heldur oljuprísurin fram við at hækka og náddi hann 120 dolllarum tíðliga hósmorgunin. Ein orsøkin til hesa seinastu hækkingina eru gitingarnar um, at USA er um at seta tiltøk í verk móti russiskum olju- og gassútflutningi.
Hetta hevur Joe Biden forseti róð framundir seinastu dagarnar, nú russar eftir øllum at døma ikki ætla sær at gevast við innrásini í Ukraina.
Tað ljóðar eisini, at russiski flutningurin av gassi til Evropa er nógv minkaður seinastu dagarnar. Opec+ londini høvdu fund í gjár men enn er einki komið út frá fundinum, antin londini fara at økja um framleiðsluna meira enn upprunliga avtalað ella ikki.
Í Týsklandi hevur stjórnin nú tikið stig til at byggja tvær nýggjar havnir, sum kunnu taka ímóti LNG gassi og grønum vetni, nú landið hevur avgjørt ikki at góðkenna Nord Stream 2-gassleiðingina úr Russlandi. Týskland og onnur lond í Evropa eru nógv bundin at russiskum gassi sum er. Meira enn 40 prosent av gassnýtsluni í ES kemur frá Russlandi. Týskland innflytur heili 30 prosent av gassinum úr Russlandi. Hetta kemur gjøgnum aðrar gassleiðingar, sum m.a. eru í krígsherjaða Ukraina.
Kríggið í Ukraina hevur annars fingið politikarar í ES at tosa um at brúka høvið til at skunda undir og seta dik á grøna orkuskiftið, soleiðis at londini skjótast til ber ikki nýtast at innflyta gass úr Russlandi. Í Noregi hava andstøðuflokkarnir í Stórtingum skotið upp at seta ferð á olju- og gassleitingina beinanvegin fyri at kunna ganga vaksandi eftirspurninginum á møti. Eisini í Bretlandi vilja leiðandi politikarar skunda undir útbygging av eitt nú gassleiðum.
Enn ein avleiðing av krígnum er nú, at týska stjórnin umhugsar at lata upp aftur kjarnorkuverk, sum vórðu stongd nøkur ár herfyri sum part av grøna orkuskiftinum. Í løtuni eru trý kjarnorkuverk virkin í landinum men eftir ætlan skuldu tey eisini stongja í 2022. Henda ætlan verður nú møguliga av ongum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
So mikið stór er kappingin um at fáa loyvi til at menna vindorkuna til havs út fyri New York, at staturin hevur fingið 30 milliardir krónur inn í loyvisgjøldum
Síðani grøna orkuskiftið tók dik á seg hevur áhugin fyri at gera íløgur í varandi orku sum vindmyllur til havs farin nærum til himmals. Hetta síggja vit kring allan heim, men ikki minst í Evropa og her serstakliga í londunum kring Norðsjógvin, har ein vindmylnulund fyri og onnur eftir sær dagsins ljós. Herfyri kunnaði ES tingið um nýggjastu ætlaninar at menna vindorkuna til havs komandi árini. Í okkara grannalag, Skotlandi var ein stór útbjóðing latin upp í fjør, og fleiri stór orkufeløg fingu tillutað loyvi at menna havvindorkuna til havs.
Í Føroyum hava vit enn ikki latið upp fyri loyvum til havs at seta upp vindmyllur, tað fer enn fram á landi, men tað man uttan iva fara at koma sum frálíðir, nú júst havøkini kring Føroyar eru tey vindharðastu í heiminum.
Men eisini hinumegin Atlantshav er havvindorka høgt í metum. Eitt nú út fyri ein av heimsins størstu býum, New York sum part av statinum við sama navni. So mikið stórur áhugi hevur verið fyri at bjóða uppá nýggj loyvi til havvindmyllur út fyri statin New York, at tað hevur givið einki minni enn 30 milliardir krónur í kassan. Hetta er tað, sum loyvishavararnir skulu gjalda fyri at fáa loyvi at menna havvindorkuna har.
Nógv feløg og fyritøkur hava verið partur av útbjóðingini, eitt nú danska Østed, norska Equinor, BP og Shell, men tá avtornaði var tað týska stórfyritøkan innan orku RWE, sum fekk uppgávuna saman við amerikonsku fyritøkuni National Grid. Men eisini fyritøkur sum BP, Shell og Total hava fingið tillutað loyvi.
Havvindmylnu-útbyggingin, sum verður nevnd "New York Bight", liggur millum Long Island og New Jersey. So mikið stórur er áhugin fyri at gera íløgur í vindorku til havs, at inntøkurnar tað almenna fær fyri loyvini, eru nógv hægri enn t.d. fyri útbjóðingar av økjum til olju- og gassleiting í eitt nú Meksikanska flógvanum, skrivar Reuters.
Meira enn 25 feløg og fyritøkur hava verið partur av hesi stóru útbjóðingini, sum er tann fyrsta av sínum slag, síðani Biden tók við sum forseti. Hann hevur sett sær sum mál at útbyggja orkunetið við 30 GW frá havvindi innan 2030. New York og New Jersey økini teljast millum tey, sum hava sett sær hægstu málini at røkka hesi ætlan við 16 GW innan 2035.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2022
Tað bleiv til trý gull og eitt bronsuheiðursmerki til føroyingar, tá kappast var í HM í inniróðri farna vikuskiftið
Farna vikuskiftið var heimsmeistarakapping í inniróðri – World Rowing Indoor Championships – og fingu føroyiskir rógvarar góð úrslit í kappingini – trý gull og eitt bronusheiðursmerki.
Upprunaliga skuldi kappingin vera í Hamburg í Týsklandi, men í desember varð avgjørt at skipa kappingina umvegis netið. Hetta var orsakað av koronu. Tí kappaðust føroysku luttakararnir úr aulini í Læraraskúlanum.
Fríggjadagin var kappast á 500 metrum, og leygardagin var kappast á 2000. Sarita Kristina Hansen megnaði at endurvinna heimsmeistaraheitið, meðan tað eisini bleiv til eitt heimsmeistaraheiti til Vár Guriardóttir Hansen og eitt triðjapláss hjá Mattias Durhuus.
Úrslitini í kappingini gjørdust hesi:
Fríggjadagin
U19 Women LW
4. Zoe Dickson 01:42.7
U19 Women
7. Mira Winther Klit 01:41.7
U19 Men
7. Mattias Durhuus 01:21.7
U23 Women
1. Vár Guriardóttir Hansen 01:30.7
Masters Women LW 30-39
1. Sarita Kristina Hansen 01:39.3
Masters 30-39 LM
4. Bergur Robert Dam Jensen 01:25.4
Leygardagin
U19 Men
3. Mattias Durhuus 06:17.1
U23 Lightweight Women
7. Zoe Dickson 07:36.7
U23 Women
5. Vár Guriardóttir Hansen 07:23.5
Masters 30-39 LM
4. Bergur Robert Dam Jensen 01:25.4
Masters 30-39 Women LW
1. Sarita Kristina Hansen 07:23.8
Masters 50-54 Women
10. Jóna Danielsen 08:02.6
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2022
Felagið er dømt at tapa dystin móti ukrainska liðnum 10-0. Hetta tí hoyvíkingar ikki møttu upp til dystin í Lviv
H71 er dømt at tapa dystin móti HC Galychanka 10-0. Tað hevur evropeiska hondbóltssambandið EHF avgjørt.
Orsøkin er, at hoyvíkingar ikki møttu upp tá fyrri dysturin millum liðini skuldi spælast 13. februar. Danska uttanríkisráðið mælti øllum ríkisborgarum frá at fara til Ukraina.
Liðið var farið allan vegin til Pólands, og felagið royndi at samráðast við HC Galychanka um at spæla dystin á uttanveltaðum vølli, men hetta bar ikki á mál.
H71 tapti dystin í Føroyum 20. februar við einum máli, 27-26.
Umframt 10-0 tapið, hevur H71 eisini fingið eina bót frá EHF upp á 52.000 krónur.
Anna Dam, forkvinna í H71 segði fyri útvarpinum í gjárkvøldið, at H71 helst fer at kæra avgerðina hjá EHF.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti tapti 29-24 móti Eysturríki mikukvøldið
Tá avtornaði vóru fimm mál á muni, 29-24 til Eysturríki.
Okkara kvinnur fingu annars eina flúgvandi byrjan, og tá smáir fimm minuttir vóru leiktir vóru Føroyar á odda 5-2.
Gestirnir tóktust at vera skelkaðar og venjari teirra mátti eisini taka eitt timeout fyri at sissa eysturíksku kvinnurnar. Tað hjálpti, og sum frá leið tóku gestirnir meira yvir.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Støðan í hálvleikinum var 15-12 til Eysturríki.
Eysturíki kom væl út til seinna hálvleik, og eftir eitt korter var munurin átta mál, 17-25. Hóast eysturíkski sigurin ongantíð var í vanda, so fekk føroyska liðið minkað um munin, og úrslitið gjørdist 29-24.
Føroyska fjepparafelagið var á fyrsta sinni við til landsdyst í hondbólti. Tað hoyrdist í høllini (Mynd: Sverri Egholm)
Jana Mittún gjørdist føroyskur toppskjútti við seks málum.
Føroyar - Eysturríki 29-24 (12-15)
Jana Mittún 6 mál
Súna Krossteig Hansen 4 mál
Turid Arge Samuelsen 3 mál
Maria Halsdóttir Weyhe 3 mál
Pernille Brandenborg 3 mál
Nina Katrina Johansen 3 mál
Brynhild Pálsdóttir 1 mál
Lív Bentsdóttir Zachariasen 1 mál
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2022
Føroyar skulu aftur royna at bjóða Eysturríki av í EM-undankappingini - hesuferð á útivølli. Munurin í Havn varð fimm mál, men unga føroyska liðið gjørdi bart serliga fyrstu løtuna
Føroyar vóru á odda við nøkrum málum tíðiliga í dystinum í Høllini á Hálsi mikukvøldið, men tá samanum kom, var útiliðið tað sterkari.
Nú skal fokus beinanvegin á næsta dyst, ið eisini er móti Eysturríki. Liðini møtast aftur í dag kl. 16.30 í Maria Enzerdorf sunnan fyri Wien.
Talan er um fjórða umfar í bólki 2 í HM-undankappingini, har Eysturríki hevur trý stig, og Føroyar einki hevur. Unga liðið, sum nú er stjórnað av Sonna Larsen, vísti tó mikukvøldið, at tað væl kann spæla við.
Eysturríki er aftur stórfavorittur, og meðan liðið úr Miðevropa stríðist um annað av plássunum til HM-endaspælið í desember, so snýr tað seg fyrst og fremst um menning og dystarvenjing saman á høgum stigi hjá føroyska liðnum. Nógv bendir á, at tað hevur síni bestu ár frammanfyri sær, við tí hópi, ið nú er, men dysturin í dag skal spælast væl.
Hópurin til dystin:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster Håndbold
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold
Vengur:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ingibjørg Olsen, ÍBV
Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK
Brynhild Pálsdóttir, H71
Strikur:
Petra Larsen, Neistin
Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71
Pernille Brandenborg, Randers HK
Bakkar:
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Jana Mittún, H71
Elsa Egholm, H71
Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
Pauli Jacobsen hevur skrivað undir við JS Cherbourg Manche sum spælir í næstfremstu fronsku deildini
Pauli Jacobsen, sum hetta kappingarárið hevur spælt við H71, hevur skrivað undir yrkissáttmála við franska felagið, JS Cherbourg Manche, sum spælir í næstfremstu fronsku deildini.
19 ára gamli málverjin hevur verið darvaður av skaða, og kom hetta kappingarárið til H71 eftir at hava verið á hondbóltsskúla í Skanderborg. Hann fekk tá eisini nakrar dystir í fremstu donsku deildini.
Í H71 hevur hann gjørt tað gott, og í landsdystunum í januar má sigast, at ungi hoyvíkingum vísti sítt virði.
Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2022-2023.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2022
Play off dystirnir hjá A-landsliðnum í hondbólti móti Hvítarusslandi verða ikki leiktir. Orsøkin er, at EHF hevur gjørt av at útihýsa Russlandi og Hvítarusslandi
EHF hevur gjørt av, at fyribils útihýsa Russlandi og Hvítarusslandi úr altjóða kappingum. Hetta orsakað av russisku innrásini í Ukraina, sum eisin er stuðlað av Hvítarusslandi.
Hetta merkir, at HM play-off-dystirnir hjá A-landsliðnum hjá monnum móti Hvítarusslandi ikki verða leiktir 16. og 20. mars, boðar Hondbóltssamband Føroya frá.
Føroyar kemur við hesum beinleiðis til seinasta play-off umfarið, har Føroyar skulu møta Týsklandi í páskavikuni á útivølli mikudagin 13. apríl og á heimavøll leygardagin 16. apríl.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2022
Aðru vikuna á rað vann Team Klaksvík dyst móti beinleiðis kappingarneyta við einum máli á heimavølli. Nú er tað bert StÍF, ið kann forða liðnum úr Klaksvík at skriva søgu
Eins og síðsta hóskvøld gjørdist tað heilt spennandi í Klaksvík - serliga móti endanum - og eins og tá, kundu teir á heimaliðnum og mælsku áskoðarnir fegnast, eftir at floytan í høllini hevði ljóðað fyri seinastu ferð. Sigurin á Neistanum hóskvøldið merkir, at Team Klaksvík er ógvuliga nær við eitt hálvfinalupláss. Eitt slíkt hevur felagið ongantíð tryggjað sær - hvørki í FM-kappingini ella í steypakappingini.
Team Klaksvík hevur fimtan ár á baki, og besta plássið, ið besta liði hevur fingið, er fimta pláss (tvær ferðir). Í løtuni er liðið hjá Heina Hanusarson á fjórða plássi, og hevur fýra stig niður til StÍF, ið jagstrar.
Við úrslitinum kann Neistin ikki longur røkka seinasta hálvfinaluplássinum. StÍF hevur júst Neistan á skránni á Skála sunnudagin, og síðani tey fremstu liðini - H71 (úti) og KÍF (heima). Minst tveir sigrar skulu koma í hús, um liðið av vestara armi á Skálafjørðinum skal hava ein møguleika at taka plássið frá Team Klaksvík, ið so at siga kann avgera sína lagnu sunnudagin um tað eyndast at vinna fjórða sigurin á rað, tá vitjað verður í Kollafirði.
Heimaliðið var á odda so at siga allan dystin hóskvøldið, men í steðginum var janvleikur, eftir at Neistin hevði gjørt ein góðan endaspurt; Team Klaksvík hevði eina leiðslu á fýra mál, tá átta minuttir vóru eftir av hálvleikinum.
Klaksvíkingar byrjaðu seinna hálvleik betri, men neistamenn hingu allatíðina væl í. Ágúst Ingi Óskarsson var ikki við, men Felix Már Kjartansson fekk fleiri góð mál, og flerii ungir neista-leikarar vístu seg væl fram. Millum annað var tað Ísak Vedelsbø við seks málum og góðum verjuspæli. Merkisvert var, at ungi málverjin, Alakesandar Lacok, skoraði heili trý mál. Team Klaksvík spældi sjey ímóti seks í fyrra hálvleiki, og part av seinna hálvleiki. Hetta gav liðnum fleiri opnar møguleikar, men tað kostaði eisini nakrar ferðir.
Hjá Team Klaksvík gekk serliga Vuk Stevanovic á odda. Hann skoraði tólv mál og millum annað nøkur uppá dundurskot og/ella einmansavrik seinasta fjórðingin av dystinum, tá tað leikaði heilt javnt á, og stórur spenningur var í høllini, nú so nógv stóð uppá spæl. David Henigman skaraði eisini framúr við nøkrum stórbjargingum. Koratin vísti seg serliga at vera sterkar uppá skot, ið komu úr stuttari fjarstøðu, og samlaða avrikið hjá Team Klaksvík var nóg mikið til at koppa Neistanum og taka enn eitt stórt fet móti fjórða plássinum. Eftir at Sámal á Tjaldrafløtti skoraði til 30-27, tá 40 sekund restaðu í, var ov stutt tíð hjá Neistanum, ið tó megnaðu at koma á minus eitt.
Burn-deildin
Hósdagin 03. mars
Team Klaksvík - Neistin 30-29 (14-14)
Toppskjúttar: Vuk Stevanovic 12 mál, Felix Már Kjartansson 7 mál, Ísak Vedelsbø 6 mál
Stríðið um hálvfinaluplássini:
3. VÍF 16 stig
4. Team Klaksvík 15 stig *
5. StÍF 11 stig **
(*Team Klaksvík hevur tveir dystir eftir at leika - hini bæði hava tríggjar **StÍF er betri innanhýsis enn Team Klaksvík)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
Dragan Brljevic og Kyndil hava steðgað samstarvinum. Hetta hendir eftir áheitan frá venjaranum sjálvum
Tað eru tvey ár síðani, at Dragan Brljevic kom til Føroya at venja besta mansliðið og kvinnuliðið hjá Kyndli. Partarnir gjørdu í felag fyrr í ár av, at ikki at leingja samstarvið, sum sambært sáttmálanum endar 31. mai, men hetta er nú broytt til, at Dragan Brljevic gevst alt fyri eitt.
Kyndil skrivar í fráboðan, at meðan Dragan Brljevic hevur verið venjari hjá felagnum, hevur hann verið raktur av sjúku, og tað, saman við øðrum persónligum viðurskiftum, hevur gjørt, at familja hansara, sum er í Svøríki, hevur havt brúk fyri honum heima.
Broytingin hevur við sær, at felagið gjørt avtalu við hjálparvenjararnar hjá báðum liðunum um, at teir taka á seg uppgávuna sum høvuðsvenjarar tað sum er eftir av hesum kappingarárinum. Tað vil siga, at Geir Wardum verður høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum, og Bárður Johannesen verður høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum.
- Kyndil takkar Dragan Brljevic stórliga fyri hansara innsats og íkast til føroyskan hondbólt hesi tvey árini hann hevur verið í Føroyum og ynskja honum blíðan byr í tíðini sum kemur, stendur á heimasíðuni.
Felagið ger ikki fleiri viðmerkingar til venjaraspurningin, verður sagt.
Dragan Brljevic var til 1. desember í fjør eisini føroyskur landsliðsvenjari hjá kvinnum, men av heilsuávum segði hann starvið frá sær.
(Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022
Fleyr vann 3-1
Fleyr úr Havn er steypavinnari í flogbólti fyri kvinnur. Finalan varð spæld í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn farna leygardag millum Fleyr og SÍ.
Fleyr vann 3-1. Settúrslitini vóru 22-25, 25-15, 25-23, 25-21
Myndirnar hevur Jens Kr. Vang tikið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2022
Vunnu tryggan steypafinalusigur á fuglfirðingum
Mansfinalan í flogbólti farna leygardag stóð millum Mjølnir úr Klaksvík og ÍF úr Fuglafirði.
Føroyameistararnir frá í fjør, Mjølnir, vunnu finaluna 3-1 við settunum 25-24, 23-25, 25-18, 25-18
Myndirnar frá finaluni hevur Jens Kr. Vang tikið:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. februar 2022
Fyrsti dysturin í ársins landskappingarári í mansfótbólti verður bríkslaður í gongd klokkan 14 í dag. Ein dystur millum 07 Vestur og Víking. HB er á vitjan á Argjum og meistararnir spæla á Skála
Í dag fer bólturin í fremstu fótbóltsdeildini hjá monnum aftur á rull. Tríggir dystir verða leiktir leygardagin og hinir báðir dystirnir í hesum umfarinum verða leiktir sunnudagin.
Fyrsti dysturin í ár er millum 07 Vestur og Víking á Dungasandi. Tann dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 14.
Uppflytararnir AB, sum hava styrkt seg við einari røð av útlendingum, fær vitjan av grannunum úr HB klokkan 15, og meistararnir úr Klaksvík eru á vitjan hjá upplfytarunum á Skála klokkan 17.
Teir báðir dystirnir sunnudagin verða leiktir klokkan 15. B36 tekur ímóyi B68 í Gundadali, meðan vøllurin við Margáir í Streymnesi er karmur um dystin millum EB/Streym og NSÍ.
Síðsta umfar í Betri deildini verður leikt 22. oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
Teir 135 dystirnir í Betri Deildini við monnum verða vístir beinleiðis á rásum hjá Televarpinum. Í ár verða samandráttir frá dystunum eisini tøkir á tv.fo
Aftur í ár verða allir 135 dystirnir í Betri Deildini við monnum vístir beinleiðis á Rás1 og netrásunum R2, R3, R4 og R5. Allir Televarpskundar hava nú atgongd til Rás1 og R2, sama hvat hald, teir hava, meðan kundar, sum hava Stórapakka, eisini hava atgongd til R3. Kundar, sum hava Stórapakka+, hava atgongd til allar rásirnar.
Nýggir prísir fyri hvønn dyst
Tey, sum ikki hava Televarpshald, kunnu síggja allar dystirnar eins og undanfarin ár.
Á heimasíðuni tv.fo kann ein og hvør keypa sær rættindi at síggja dystir, sum kosta 63 krónur hvør í ár. Hvør dystur er dýrkaður við 20 krónum orsaka av rættindum og framleiðslukostnaði, samstundis sum hetta gevur eina betri javnvág millum prísir í Televarpinum og prísir við dyrnar til dystir.
Samandráttir á tv.fo
Undanfarin ár hava samandráttir verið sendir á Rás1, og tað verða teir aftur í ár, men í ár verða allir samandráttir eisini tøkir á tv.fo. Í ár verður dentur eisini lagdur á at gera samrøður við leikarar og venjarar, og hesar samrøður verða eisini at síggja í samandráttunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022
Við 3-1 sigri vann KÍ stórsteypadystin móti B36 á Tórsvølli sunnudagin
Ársins fyrsti almenni fótbóltsdysturin var sunnudagin á Tórsvølli. Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum skipaðu fyri dystinum, sum er eina viku undan landskappingarbyrjan.
Klaksvíkingar hildu fram har teir sleptu í fjør, og vísa eina styrki, sum væl kann røkka til eitt meistaraheiti aftur í ár.
Jóannes Bjartalíð skoraði málið til 1-0 tá 22 minuttir vóru leiktir, men hini bæði málini hjá KÍ skoraðu tveir sum í fjør báðir spældu í reyðum og svørtum við HB.
Tað vóru nevniliga Mads Boe Mikkelsen og René Shaki Joensen, sum skoraðu í ávikavist 42. og 48. minutti.
B36 minkaði um munin beint fyri leiklok við máli sum Michal Przybylski setti í netið.
Seinast KÍ-menninir vunnu stórsteypið var í 2020. Tað var í dysti móti HB, sum varð avgjørdur við brotssparkskapping, og endaði 5-4 til klaksvíkingar.
Inntøkurnar frá teimum omanfyri 500 áskoðarunum, sum vóru til dystin, fara hesaferð til Epilepsifelagið.
KÍ - B36 3-1 (2-0)
22’ Jóannes Bjartalíð 1-0
42’ Mads Boe Mikkelsen 2-0
48’ René Shaki Joensen 3-0
89’ Michal Przybylski 3-1
Hetta vikuskiftið byrjar landskappingin. Soleiðis møtast liðini í fyrsta umfari í Betri Deildini:
Leygardagin 5. mars:
Kl. 14: 07Vestur-Víkingur
Kl. 15: AB-HB
Kl. 17: Skála-KÍ
Sunnudagin 6. mars.
Kl. 15: B36-B68
Kl. 15: EB/Streymur-NSÍ
Myndirnar tók Sverri Egholm:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. februar 2022
KÍ hevur skrivað sáttmála við tveir útlendingar. Talan er um áleyparan Valerijs Sabala og verjuleikaran Dmytro Lytvyn
KÍ hevur skrivað sáttmála við tveir útlendingar. Talan er um áleyparan Valerijs Sabala og verjuleikaran Dmytro Lytvyn.
Hesum boðaðu føroyameistararnir frá í vikuni.
Dmytro Lytvyn er 25 ára gamal og er úr Ukreina.
Hann hevur havt sín fótbóltsuppvøkstur í stórfelagnum Dynamo Kyiv og hevur síðan leikt fyri níggju onnur feløg, seinast í næstbestu deildini í Russlandi. Lytvyn hevur leikt ein U-21 landsdyst fyri Ukreina.
Valerijs Sabala er 27 ára gamal og er úr Lettlandi.
Sabala er ein málsøkin áleypari við nógvum altjóða royndum. Gjøgnumbrotið var fyri Skonto Riga fyri tíggju árum síðan, har hann var millum toppskjúttarnir í bestu deildini í Lettlandi.
Seinni skrivaði hann sáttmála við Belgiska stórfelagið Club Brügge, men har leikti hann ongan dyst.
Sabala hevur leikt fleiri U-landsdystir og 52 A-landsdystir fyri Lettland, har hann hevur skorað 13 mál.
Báðir sáttmálarnir eru galdandi fyri kappingarárið 2022.
KÍ spælir sín fyrsta dyst í ársins kappingarári seinnapartin í dag. Tað verður móti Skála undir Mýruhjalla.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2022
KÍ vann 4-0 á B36, tá liðini hittust við Djúpumýru týskvøldið. Um eina viku er stórsteypadystur á skránni - Betrideildin byrjar 20. mars
Eins og í fjør hava flestu liðini í bestu kvinnudeildini luttikið í venjingarkappingini VFF cup. Vetrarveðrið og korona hava tó argað seinastu vikurnar, og hevur hetta ávirkað kappingina og avgreiðsluna av dystunum nakað. Men í gjárkvølið varð finalan avgreidd í dysti millum KÍ og B36 við Djúpumýru, og her vístu føroyameistararnir seg avgjørt frá síni sterku síðu.
Dysturin byrjaði hampuliga javnt millum liðini, men sum frá leið tók KÍ við stýringini, og tá umleið eitt korter var spælt, fingu klaksvíkskvinnur hol á málskjótingina. Tóra Mohr átti seinasta fótin á fyrsta málinum og bert fimm minuttir seinni økti Hervør Olsen til 2-0.
Tann støðan helt sær til hálvleiks, men dystargongdin bendi á, at fleiri mál vóru í luftini. Og so var. Trýstið móti B36 málinum minkaði ikki eftir steðgin – tvørturímóti, og seinni hálvleikur var bert sjey minuttir gamal, tá Malena Olsen økti um leiðsluna hjá heimaliðnum. Hóast fleiri naskar royndir afturat, so megnaði B36 at standa ímóti trýstinum meginpartin av seinna hálvleiki, men stutt fyri leiklok setti KÍ punktum við málinum til 4-0.
Eftir uppiborna sigurin handaði Frankie Jensen frá Venjarafelagnum KÍ VFF cup steypið, og sostatt hava tær kongabláu tryggjað sær ársins fyrsta steyp. Tær hava møguleika fyri at leggja eitt afturatt samlingini áðrenn kappingarbyrjan, tá KÍ og NSÍ bresta saman í stórsteypadysti 12. mars kl.17.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2022
Leyp 15 sentimetrar longri enn føroyska metið, sum Ási Mikkelsen setti í 1997
Eitt 25 ár og ein dag gamalt met í frælsum ítróttum fall mikudagin, tá føroyski atleturin, Tórur Mortensen, sum nú venur í felagnum Aarhus 1900, var við í eini altjóða kapping Aarhus Sprint’n’Jump, í atletikk-høllini hjá Aarhus 1900 í Marselisborgskóginum.
Tórur leyp 7,20 metrar í hesi kappingini, sum røkk til fjórða plássið í kappingini eftir leyparar úr Sýria, Bretlandi og Noregi.
Men hetta lopið var eisini 15 sentimetrar longri enn føroyska metið í longdarlopi innandura, sum Ási Mikkelsen setti 1. mars 1997 í Malmö.
Metið hjá Ása Mikkelsen kláraði sostatt at standa í ein dag meira enn 25 ár. Ási Mikkelsen eigur framvegis metið í longdarlopi uttandura. Tað er 7,10 metrar og varð sett í 1999.
Mikudagin byrjaði Tórur við einum lopi á 6,55 metrar. Tvey tey næstu lopini miseydnaðust, og í fjórða umfari leyp hann 6,94 metrar. Men í seinasta lopinum riggaði atrenningin og timingin í avsettinum júst sum hon skuldi, skrivar Heri Ziska á heimasíðuni hjá ítróttafelagnum Hvirluni, og Tórur fleyg út á 7,20 metrar – persónligt og føroyskt met og tað fjórðlongsta tilsamans í hesi kappingini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
Vann fyrsta umfar í Giant TT-kappingini 2022 – ein kapping í tíðarkoyring
Jákup Petur Eliasen gjørdist vinnari av ársins fyrstu súkklukapping, ið Tórshavnar Súkklufelag skipaði fyri farna vikuskiftið. Kaldbaksbotnur var karmur um kappingina, og tað bleiv súkklað millum Kaldbaksbotn og Kaldbaks bygd. Ein teinur á góðar 8 kilometrar. Hesin bleiv koyrdur tríggjar ferð, og talan var um 24 kilometra tíðarkoyring.
Kappingarkalendarin er tættpakkaður, og kappingin sunnudagin, var ein av fimmtíðarkoyringum, kallað Giant TT-kappingin 2022. Fimm kappingar, har tað bara verður kappast í einkultstarti.
Umframt Giant TT kappingina 2022 verða eisini aðrar kappingar skipaðar, millum annað LM Kring Føroyar 2022, sum verður síðst í mai, og tríggjar FM kappingar.
Tað var nakað av vindi sunnudagin, men gott kappingarveður. Luttakaratalið var eisini gott, og ikki færri enn 13 súkklarar bjóðaðu sær sjálvum og øðrum av.
Jákup Petur Eliasen var skjótastur, og hann brúkti 37 minuttir og 40 sekund um teir 24 kilometrarnar. Tað gevur eina miðalferð á góðar 38,2 km/t.
Nummar tvey gjørdist Gunnar Dahl-Olsen, og nummar trý Hilmar Hansen. Meðan sigurin hjá Jákup Petur var tryggur, so var tætt millum nummar tvey og trý. Bert 17 sekund var millum Gunnar og Hilmar.
(Mynd: tsf.fo)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2022
Seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki verður í Runavík í dag. 13 lið eru tilmeldaðiog byrjað verður klokkan 13
Í dag verður seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík.
13 lið eru tilmeldað kappingina. Tey eru úr Fimleikafelagnum Støkk, Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum, Klaksvíkar Fimleikafelag og eitt felagslið hjá Fimleikasambandinum.
Kappingin byrjar klokkan 13.
Dyrnar lata upp 30 minuttir áðrenn kappingin byrjar. Kappingin verður eisini stroymd, og leinki verður at finna á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022
Ein samdur setanarbólkur mælti nevndini at seta Ann í starv. Starvið sum aðalskrivari er skipað sum hálvtíðarstarv
Svimjisamband Føroya hevur sett Ann Ellingsgaard sum aðalskrivara.
Ann er kent andlit í føroyskari svimjing. Hon hevur børn sum ganga til svimjing, og hevur sjálv verið virkin í Havnar Svimjifelag við ábyrgd fyri svimjiskúlanum, umframt sum sjálvboðin fyri Svimjisamband Føroya.
Ann hevur drúgvar royndir sum samskipari, skrivari og verkætlanarleiðari, frá størvum sum millum annað verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsum, event manager hjá Hotel Hafnia, og nú síðani 2018 sum samskipari og skrivari hjá Fakfelagssamtarvinum, har hon framvegis er í hálvtíðarstarvi.
Fimm umsóknir komu inn til starvið sum aðalskrivari hjá Svimjisambandi Føroya. Ein samdur setanarbólkur mælti nevndini hjá svimjisambandinum at seta Ann í starv. Starvið sum aðalskrivari er skipað sum hálvtíðar starv.
Ann Ellingsgaard tók við starvinum hin 1. mars 2022, og er farin beint í gongd, millum annað við at vera skrivari á kalendarafundinum, sum var hin 2. mars.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2022
Tað stendur aftur á jøvnum millum havnarmenn og sandavágsmenn í FM-kappingini í talvi. Bæði liðini vunnu ruddiliga í áttanda og triðisíðsta umfari farna vikuskiftið. Havnarmenn vunnu eitt hálvt stig í innanhýsis kappingini, og tað ber í sær, at bæði liðini nú hava 24½ stig
Vagamenn høvdu kanska heldur torførari mótstøðu, men vunnu 3-1 á besta liðnum hjá klaksvíkingum. Vágamenn vunnu við hvíta fólkinum á øðrum og fjórða borði. Á fyrsta borði endaði javnt millum Rógva Egilstoft og Ólav Simonsen. Á øðrum borði vann Høgni Egilstoft Nielsen á Rana Nolsøe. Føroyameistarin hevur vunnið øll átta talvini í vetur.
Havnarmenn fingu gott úrslit í Vestmanna, hóast hvørki Helgi Dam Ziska ella Martin Poulsen - báðir sterkastu telvararnir í Havn - vóru við. Á ovaru borðunum vunnu havnarmenn sannførandi, men á aftaru borðunum mátti arbeiðast harðari.
Sjúrður stóð eitt sindur kroystur móti Martin Brekká, men loftaði sær javnleikinum, og á fjórða borði gav Alfred Olsen unga Luitjeni dygga mótstøðu, men Luitjen vann kringur torføra endatalvið.
Í triðja dystinum gjørdi B-manningin hjá Klaksvíkar Talvfelag bart og vant úr B-manning Havnar Telvingarfelags, sum kortini liggur fremri í kappingini.
1.deild, 8. umfar
Støðan í 1.deild eftir áttanda umfar
Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini í talvi. Skráin í 1. deild er henda:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2022
Fyri fyrstu ferð í talvsøgu Føroya skal Eiði hýsa føroyameistarakappingini í talvi fyri einstaklingar, sum aftur í ár verður telvað á páskum
Kappingin verður telvað í Mentanarhøllini á Eiði í døgunum frá 9. til 15. apríl, og tað er Talvfelagið Rókur, sum skipar fyri kappingini saman við Talvsambandi Føroya.
Kappingin er skipað í tríggjar bólkar. Ein landsliðsbólk, ein almennan bólk og ein unglingabólk. Átta teir hægst rataðu telvararnir manna landsliðsbólkin, meðan restin mannar almenna bólkin. Telvarar við unglingaaldri kunnu telva í unglingabólkinum, men hava eisini møguleika at melda til eldru bólkarnar.
Sjey umfør verða telvað í øllum bólkunum. Tað merkir, at eitt talv verður telvað hvønn dag. Bæði í landsliðsbólkinum og í unglingabólkinum skal ein føroyameistari finnast.
Talan er annars um 51. føroyameistarakappingina í talvi. Tann fyrsta varð telvað í 1972, og síðani tá hevur á hvørjum ári verið kappast um føroyameistaraheitið.
Helgi Dam Ziska og Heini Olsen, sáli, hava vunnið flest føroyameistaraheiti. Teir hava vunnið fimm ferðir hvør. Seinastu tvey árini er tað tó ein ungur sandavágsmaður, sum hevur staðið ovast á sigurskamlinum. Høgni Egilstoft Nielsen hevur nevniliga vunnið FM hesi bæði árini. Í báðum førum mátti hann út í umdyst fyri at tryggja sær meistaraheitið. Í 2020 var umdysturin móti blaðunga og evnaríka Luitjen Akselsson Apol, meðan umdysturin í fjør var ímóti tí meira roynda Martini Poulsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. februar 2022
Umfatandi kanning, gjørd av Idrættens Analyseinstutt verður løgd fram á stórari ráðstevnu í dag og í morgin
Fólk við áhuga fyri at menna føroyska frítíðarlívið hittust í vikuni til ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Á fyrsta sinni eru ítróttar- og frítíðarvanar hjá føroyingum settir á kortið í eini kanning, sum Idrættens Analyseinstitut hevur staðið fyri.
Hvat eggjar til at vera virkin? Hvat virksemi er væl umtókt og á veg fram? Og hvussu menna vit umstøður, ið kann draga tey, ið ikki eru virkin?
Hetta eru týdningarmiklu spurningarnir á stóru frítíðarráðstevnuni. Ein nýggj landsfevnandi kanning, ‘Fritidsvaner og fremtidens mødesteder på Færøerne’ ella ‘Frítíðarvanar og framtíðar støð at hittast í Føroyum’ veitir fyri fyrstu ferð vitan um ítrótta- og frítíðarvanar hjá fólki, innan bæði ítrótt, útilív og mentan.
Kanningin vísir, at 49 prosent av vaksnum borgarum í Føroyum íðka ítrótt og rørslu, meðan sami prosentpartur gongur til frítíðarítriv. Millum børn og ung íðka 65 prosent ítrótt og rørslu, meðan 43 prosent ganga til frítíðarítriv, sum ikki er ítróttur.
Malene Thøgersen, senioranalytikari á Idrættens Analyseinstitut og Videncenter for Folkeoplysning sigur:
- Kanningin vísir eisini, at ein samanhangur er millum trivnað og at vera virkin í frítíðini. Tískil er sjálvandi ynskiligt, at fleiri borgarir gerst virknir. Kanningin vísir eisini á forðingar og orsøkir til at fáast við virksemi. Hetta kann vónandi geva politikarum, feløgum og kommunum eina ábending um, hvat kann gerast fyri, at fleiri borgarar í Føroyum kunnu gerast virknir.
Jon Gerner, stjóri í Lokale og Anlægsfonden sigur:
- Tað er ótrúliga spennandi, at kanningin er innan bæði ítróttar-, mentanar- og útilív. Tað mest serstaka er yvirlitið yvir mentanarlívið í Føroyum. Nýggja vitanin hevur stóran týdning og kann geva íkast til betri avgerðir á enn betur skikkaðum grundarlagi. Á ráðstevnuni taka vit fyrstu stigini, til at fáa tær góðu dáturnar út at arbeiða kring alt landið. Náttúran í Føroyum er stórsligin og peikar millum annað eftir møguleikum fyri at menna fleiri støð har útilív kann hittast og at nýhugsa umstøður til tað skapandi, mentanarliga frítíðarlívið.
Idrættens Analyseinstitut (Idan) stendur fyri kanningini við stuðli frá Lokale og Anlægsfonden (LOA).
Frágreiðingin “Framtíðar frítíðarvanar og savningarstøð í Føroyum” kann takast niður her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2022
Ítróttarfelagið KÍ eigur ikki færri enn 4.528 fermetrar av jørð oman fyri bygdina í Kunoy
Ikki munnu tað vera mong, sum vita um eitt ítróttarfelag, ið eitur Kunoyar Ítróttarfelag, stytt KÍ.
Tá ein hyggur á heimasíðuna kortal.fo kemur man fram á upplýsingar, sum benda á, at eitt ítróttafelag einaferð, ella møguliga enn, er til í Kunoy.
Eigaraupplýsingar fyri martikul nummar 70, sum er eitt stykkið, ið liggur sunnan fyri viðarlundina í bygdini Kunoy, vóru so mikið áhugaverdir, at vit settu okkum fyri at kanna málið.
Staðið, har stykkið er, eitur ”Uppi á Dal” og er 4.528 fermetrar til víddar. Í dag sæst farvegur eftir einum fótbóltsvølli og tvey, niðurfallin, mál standa har í dag.
Tá vit vóru í Kunoy sást tíðuligt slit á grasvøllinum, so børn brúka enn hetta stykkið til hugnafótbólt.
Vit kunnu her upplýsa, at hetta stykkið hevði verið ov lítið til ein góðkendan FIFA-fótbóltsvøll í Betri-deildini. Ein slíkur vøllur skal hava mátini 100 til 105 til longdar og 65 metrar í breidd, so kunoyingar mugu keypa meira jørð, um so er, at teir ætla sær ein slíkan vøll.
Søgan
Gjørt er eitt ávíst arbeiði fyri at leita upp gerðabøkur og ymiskt annað, sum felagið eigur, og tað hevur eydnast í ávísan mun.
Undirritaði setti seg í samband við nakrar kunoyingar, sum vilja verða ónevndir, teir siga, at felagið KÍ eigur bæði ítróttarøkið og hartil eisini eina konto í Norðoya Sparikassa.
Okkurt av heimildarfólkum okkara vilja vera við, at felagið er stovnað í 1890-unum og var tá eisini eitt lesifelag. Onnur, vit hava tosað við, eru ikki samd um árstalið 1890, men vit kunnu staðfesta, at Kunoyar Ítróttarfelag í hvussu so er hevur havt aðalfund 5. februar 1923, og frá tí fundinum hava vit lógir felagsins, sum eru at síggja niðanfyri.
Í fundarbókini fyri tann dagin stendur (orðarætt endurgivið): ”Kunoyar Itróttarfelag helt fund 5/2 –1923 í samkomuhúsinum og vitikið var at fáa eitt ploss til fótbóltsplen, sum játta bleiv av ognarunum. Innskodi bleiv ásett at verða 3 krónur pá hvønn lim, og tjúðu tímar pligtarbeiði ið uppfylgt skuldi verða innan oktobermanans útgang, ella útroyast við 55 oyru fyri hvønn tíma.
Valg av fyristøðumonnum – valdir blivu Dánjal J. Pállsson, Páll M. Jógvanson og Niels P. Mikkelsen”. (Sitat slutt).
Í ymiskum kladdubókum hjá felagnum, sum vit hava fingið innlit í, sæst at fundir eru av og á, men í flestu førum er fótbóltsvøllurin til viðgerðar, í 1930, 1935 og 1938 eru nakrir fundir, men lítið sæst til nakað felagsarbeiði, annað enn at okkurt eydnuhjól ella lutaseðlasøla skal fyriskipast.
Klaksvíkingar á limalistanum
Í limalistanum hjá KÍ, sum er tøkur aftur til 1939, sæst, at tað eru næstan bara kunoyingar á listanum, men limalistin vísir eisini, at klaksvíkingar flýggja til Kunoyar undir krígnum, tí í 1942 koma nøvn á klaksvíkingum eisini á limalistan.
Felagið í Kunoy sovnaði spakuliga burtur, men áðrenn tað, hava teir so fingið ognað sær tað 4.528 fermetrar stóra stykkið, sum liggur oman fyri bygdina.
Ikki fyrrenn í 60-unum og eisini í 70-unum fóru menn aftur at hugsa um at fáa lív aftur í felagið, men tær royndirnar eydnaðust ikki, og onkur roynd er gjørd síðan.
Ikki er tað skjalfest, men felagið helst er stovnað í 1923 og eigur eina sparikassabók, gerðabók, nakrar kladdubøkur og ein fótbóltsvøll oman fyri bygdina.
Um onkur av lesarum okkara veit meira um felagið, er viðkomandi vælkomin at seta seg í samband við okkum á portal.fo.
(Orðarætt úr gerðabókini)
Lóv fyri Kunoyar Ítróttarelag
5. februar 1923
Navn felagsins er Kunoyar ítróttarfelag og yrki felagsins er, at fáa samla fólk til at mennast í ídrottum, sum fótbólt og hondbólt, krokspæl og anna –svimjing og kappróður.
§ 2 Limur kann ein og hvør gerast, sum er 14 ára gamalur.
§ 3 Limagjaldið verður ásett fyri eitt ár ísenn av stjørn felagsins.
§ 4 At fara úr felagnum má skriftligt leggjast fram fyri stjørn felagsins.
§ 5 Tann sum slettar seg úr felagnum, eigur einkið krav til felagsins rættindir og ognir.
§ 6 Stjørn felagsins velist fyri eitt ár – hvør limur er sjildigur at móttakað valg.
§ 7 Bestýrilsi bestendur av 3 limum og tveir tiltaksmenn.
§ 8 Uppskot til lovbroytingar verða framlagt á aðalfundi.
Splittast felagið og nøkur ogn verður, skal hon falla til Kunoyar kommunalkassa
(Hendan greinin var fyrstu ferð á prent í 2007, men er rættað eitt sindur til tíðina í dag)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022
Ráðið fyri Ferðslutrygd skrivar minningarorð yvir Kemm Poulsen, sum andaðist 24. februar, 70 ára gamal
Nú tað frættist, at Kemm Poulsen er farin, er eisini eitt kent andlit, sum í nógv ár myndaði Ráðið fyri Ferðslutrygd, farið. Kemm kom upp í arbeiðið hjá RFF fyrst í áttatiárunum og kom hann, hóast ikki beinleiðis starvssettur, at vera partur av RFF í góð tríati ár. Íkast hansara var serliga at skipa fyri rundan um upplýsingarátøk, framsýningar o.a. Serliga tók hann sær nógv av Hvølvusi og Gølli í arbeiðinum at vísa, hvussu týdningarmikið tað er at nýta trygdarbelti. Harumframt var hann nógv uppi í at vitja skúlar til endurskinsátøk og at fáa børn at nýta súkkluhjálmar, har m.a. súkklurásin var roynd. Kemm framleiddi eisini fleiri lýsingarfilmar fyri RFF.
Í 1996 tók RFF stig til sonevndu F-dagarnar saman við Rúsdrekka & Narkotikaráðnum, Aids Ráðnum, Føroya Brunatrygging og Arbeiðseftirlitinum – við heildaryvirskriftini: Betri fyrivarin enn eftirsnarin. Málið var at fáa beinleiðis samband við hvønn einasta skúlanæming og hetta varð gjørt við at hava stór tiltøk í øllum ítróttarhallunum, sum tá vóru í landinum. Hetta kravdi at útgerð, útbúnaður og hjálparfólk skuldu flytast runt til hvønn krók og her var Kemm álitið. Kemm hevði eisini ábyrgdina av ungdómunum, sum komu upp í tiltakið í gjøgnum skipanina “Ung í arbeiði”. Og her gjørdust hansara sera góðu evni at fáast við fólk, og serliga ungdóm, sjónlig. Hesi ungu knýttu varandi vinarbond við Kemm. Seinni kom hann eisini upp í tiltakið “Ferðsludagar fyri ungdóm” og var við fram til 2011.
Spurdi tú Kemm um at gera okkurt, var svarið so at siga altíð ja - um tað á nakran hátt bar til. Og hevði hann játtað, so var hann við, fult og heilt, har var ikki spurt um tímar, snøklar og smáting.
Tað var altíð stuttligt og hugaligt at arbeiða saman við Kemm. Lætta lyndið og góða lagið gjørdi arbeiðið til eitt spæl.
Friður verið við minninum um Kemm Poulsen.
F-dagarnir 1996: Kemm stýrir Hvølvusi í ítróttarhøllini á Hálsi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. mars 2022