Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 19. mars 2022 | Nr. 12 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Fólkaflokkurin sær út til at vinna innaftur

SíÐa 2

1 Leygardagur 19. mars 2022

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Royndir fram um ungdómin

Fólkaflokkurin hevur nú fingið nýggjan formann, og spennandi verður at fylgja við, hvat hesin kann gera fyri flokkin, nú tey komandi valini nærkast í hvørjum, og tað er minni enn háltannað ár til løgtingsval skal vera aftur.

Við at velja Christian Andreasen til formann heldur enn unga Beinir Johannesen, hevur Fólkaflokkurin valt royndir fram um ungdóm. Hóast Christian Andreasen í eitt áramál hevur havt ein týðandi og helst eisini stóran leiklut handan leiktjøldini í flokkinum, og óiva vunnið sær nógvar royndir har, so eru teir báðir í roynd og veru eins óroyndir í politikki, tí báðir vóru teir nývaldir á seinasta løgtingsvali.

Tað kundi hugsast, at Fólkaflokkurin hevði fingið ein meira spennandi formann við nýggjum og øðrvísi hugsanum, um tað yngra valevnið hevði verið valt. Men tað er als ikki vist – 25 ára gamli Beinir Johannesen hevur, hesa tíðina hann hevur umboðað flokkin á tingið, als ikki gjørt vart við seg sum verandi  ein ungdómlig nýskapan hjá Fólkaflokkinum. Heldur øvugt, hevur hann ofta ført seg fram við júst somu siðbundnu grundgevingum, sum hansara eldru floksfelagar.

Við Christiani Andreasen fær Fólkaflokkurin ein drivnan og royndan mann, sum hevur vunnið sær virðing á so nógvum økjum sum leiðari, eitt nú sum formaður fyri Fótbóltssamband Føroya, men eisini fyri sinar álitissessir í vinnulívinum, har hann er innsettur qua sínar drúgvu løgfrøðiligu royndir á hægsta stigi.

Helst er Christian Andreasen minst líka væl egnaður og Jørgen Niclasen at sita við borðendan á floksleiðslufundum hjá Fólkaflokkinum, men spurningurin er tó opin um, hvussu væl egnaður hann er sum formaður, tá politiskar avtalur skulu gerast.

Tað skerst ikki burt, at tað er sáddur nógvur ivi um persónin eftir at hann traðkaði inn á politiska pallin.

Serliga fyri leiklutin sum løgfrøðingur. Skuldsetingar hava verið settar fram móti honum, sum hann púra hevur víst aftur, tí talan eru um viðurskifti, sum onki hava við hansara politiska virki at gera.

Kortini meta vit, at tað kann koma honum og Fólkaflokkinum aftur um brekkur, at floksformaðurin, sum advokatur, hevur ligið í stríð við landsstýri og landskassa til dømis.

Vit vita heldur ikki um hann ætlar at varðveita allar sínar ábyrgdarsessir, nú hann hevur fingið floksformansheitið afturat.

Spurningurin er, um nýggi formaður Fólkafloksins er sinnaður at taka við veruligari ábyrgd, og fara eftir løgmanssessinum ella einum landsstýrissessi. Ger hann tað, so skal hann siga allar aðrar sessir frá sær. Og vil hann ikki tað, so verður hann ikki ein góður formaður fyri flokkin, tí tað má takast sum ein sjálvfylgja, at ein floksformaður er til reiðar at átaka sær stjórnarábyrgd.

Veljarakanningin, sum vit bera í dagsins Blaði vísir, at tað stendur ikki heilt so illa til hjá Fólkaflokkinum, sum tað hevur. Sjálvt uttan veruliga at hava ein formann, hevur tað eydnast flokkinum í kanningini at vinna nakað av tí tapta innaftur. Harvið má eisini staðfestast, at ‘mistakið’ hjá fráfarandi formanni ikki hevur elvt til so nógvan skaða, sum óttast kundi verið fyri, tí í mun til seinastu veljarakanningar, gongur flokkurin nú nógv fram, hóast langt enn er upp til úrslitið við seinasta val, tá Fólkaflokkurin gjørdist størsti flokkur. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 8774

    Lisnar síður: 26055

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 19. mars 2022

Fólkaflokkurin sær út til at vinna innaftur

Nýggjasta veljarakanningin vísir, at samgongan enn vantar nógv í at finna sær meiriluta á løgtingi

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Samgonguflokkarnir høvdu so dyggiliga tapt valið, um løgtingsval hevði verið í dag. Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri BlaðiðVikuskifti í hesi vikuni.

Men úrslitið hevði ikki verið eins katastrofalt, sum tað sá út seinast, tá Spyr.fo gjørdi slíka kanning fyri henda miðilin.

Nýggjasta kanningin vísir, at núverandi samgonguflokkarnir høvdu fingið 14 tingsessir móti 19 til andstøðuflokkarnar.

Fólkaflokkurin hevði mist tvey fólk og Sambandsflokkurin eitt og flokkarnir høvdu verið javnt stórir á tingi.

Javnaðarflokkurin hevði fingið 10 tingfólk, Tjóðveldi hevði varðveitt síni seks, meðan Framsókn hevði fingið tríggjar tinglimir, um val var nú.

Miðflokkurin hevði varðveitt sínar sessir og Sjálvstýri hevði mist sín.

Gongdin vend?
Í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi í politiska ruðulleikanum beint fyri jól, hevði Sjálvstýrið varðveitt sín tingsess, men tað er eisini einasta veljarakanning síðan valið, sum hevði givið Sjálvstýri umboðan.

Henda nýggjasta kanningin kundi bent á, at tað er eydnast Fólkaflokkinum at venda vánaligu gongdini, hóast flokkurin lá í formansloysi, tá kanningin varð gjørd mikudagin, við tað at Jørgen Niclasen eftir ein óhepnan biltur við kenning í februar, hevði boðað frá, at hann sigur seg frá sum formann.

Fólkaflokkurin hevur landsfund í dag og í gjárkvøldið gjørdist greitt, at Christian Andreasen verður nýggjur formaður í flokkinum.

Í Spyr.fo kanningini í desember var Fólkaflokkurin heilt niðri á 15,2 prosentum, og var tann minsti flokkurin av teimum fýra stóru. Ein kanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri in.fo beint eftir nýggjár gav flokkinum enn verri úrslit – tá fekk listi A bara 13,3 prosent av atkvøðunum.

Men nú hevur Fólkaflokkurin tikið seg upp um aftur Tjóðveldi og Sambandsflokkin við 18,5 prosentum og seks tingfólkum.

Sambandsflokkurin hevur eisini, eins og Fólkaflokkurin, verið á einum lágpunkti innan fyri seinasta árið, men byrjar at koma fyri seg aftur. 17,1 prosent av atkvøðunum er enn eitt petti frá teimum 20,3 prosentunum frá seinasta løgtingsvali, men í mun til seinastu veljarakanningarnar, so bendir á, at flokkurin er í spakuligari framgongd aftur.

Miðflokkurin heldur seg á tveimum tinglimum. Í kanningini hjá in.fo beint eftir nýggjár, var Miðflokkurin heilt niðri á undir fimm prosentum, men flokkurin liggur nú aftur á nøkulinda sama støði sum á seinasta vali.

Nógv tann størsti flokkurin er framvegis Javnaðarflokkurin, sum í nýggjastu kanningini fær 30,1 prosent, sum er ein stór framgongd á 7,9 prosentstig í mun til løgtingsvalið, men ein lítil afturgongd í mun til tær seinastu veljarakanningarnar.

Næstbesta úrslit í mun til seinasta val stendur Framsókn at fáa. 8,9 prosent er ein framtongd á 4,3 prosentstig í mun til seinasta val, tá flokkurin fekk 4,6 prosent av atkvøðunum. Her er nærvið at vera ein tvífalding av undirtøkuni.

Nú sær tað eisini út til at gerast alt meira vanligt, at veljarakanningarnar geva Framsókn trý umboð á løgtingi.

Tjóðveldi klárar seg illa í hesi kanningini. Hesin flokkurin hevur ikki havt tey stóru útsvingini í kanningunum, sum eru gjørdar síðan seinasta val. Hesaferð minkar flokkurin eisini eitt lítið vet í mun til løgtingsvalið, og staðfestast kann, at hetta er fyrstu ferð síðan juni í fjør, at flokkurin stendur seg verri enn til valið í 2019.

Sjálvstýri sær út til enn at stríðast við at klára tinggáttina. Tvær tær seinastu veljarakanningarnar hava annars givið gamla flokkinum umboðan á tingi, bæði tann, sum Spyr.fo gjørdi fyri BlaðiðVikuskifti undan jólum, og fyri in.fo beint eftir nýggjár. Men nú er flokkurin aftur undir tinggáttini.

Vert er at leggja til merkis, at tað er ein stórur partur av spurdu veljarunum, sum ikki hava tikið støðu til hvønn flokk tey fara at velja. Næstan 12 prosent svarar til trý, kanska fýra, sessir á tingi, sum ikki hava funnið sítt pláss enn. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2022

3 Leygardagur 19. mars 2022

Vaksandi undirtøka fyri radaranum

Stórur meiriluti av veljarunum - í bæði samgongu og andstøðu - siga ja til at seta radara upp á Sornfelli. Russiska innrásin í Ukreina hevur skunda undir jaliga hugburðin mótvegis radaranum, vísir kanning hjá Spyr.fo

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Meira enn tveir triðingar av føroysku veljarunum taka undir við, at ein radari verður settur upp á Sornfelli.

Spyr.fo spurdi í vikuni 500 veljarar um teirra støðu til radaran. Spurningurin var soljóðandi: “Heldur tú, at ein radari skal setast upp á Sornfelli?”. 68 prosent søgdu “ja”, 10 prosent søgdu “nei”, meðan 22 prosent søgdu seg ikki vita.

Harvið kann staðfestast, at undirtøkan fyri radaranum er vaksandi. 68 prosent fyri er 10 prosentstig fleiri enn í vetur, tá Fróðskaparsetrið setti føroysku veljarunum sama spurning í eini umfatandi kanning, sum Heini í Skorini stoð fyri. Tá søgdu 58 prosent ja, 20 prosent nei, og tá vóru tað eisini 22 prosent, sum søgdu seg ikki vita.

Ukraina-innrásin hevur ávirkað
Spyr.fo spurdi í kanningini nú í vikuni eisini, um støðan í Ukreina hevur ávirka hugburðin til spurningin um radaran. Spurningurin var soljóðandi: “Hevur russiska innrásin í Ukraina broytt tína støðu til radara á Sornfelli?”.

71 prosent siga, at støðan er óbroytt. 27 prosent siga, at tey eru “meira fyri radara nú”, meðan 2 prosent siga seg vera “meira ímóti einum radara nú”.

Kanningin vísir, at tað eru veljararnir hjá Fólkaflokkinum, sum eru mest ávirkaðir eftir tað, sum er hent í Ukraina. Triðji hvør fólkafloksveljari – 33 prosent – sigur seg nú vera meira fyri einum radara. Men í hesum flokkinum eru eisini 7 prosent, sum siga seg vera meira ímóti nú. Tað er eisini hægsta broytingin í hugburði ímóti radaranum.

Eisini javnaðarveljarar eru meira jaligir mótvegis radaranum nú. 32 prosent av teimum siga seg vera meira fyri radaranum nú.

Sambandsveljarar mest fyri – javnaðarveljarar mest ivasamir
Tað eru annars sambandsveljarar, sum taka dyggast undir við, at ein radari verður settur upp á Sornfelli. 90 prosent av veljarunum hjá Sambandsflokkinum siga ja til radaran.

Í Sjálvstýri eru 75 prosent fyri, í Fólkaflokkinum, Framsókn og Miðflokkinum eru 74 prosent fyri, í Tjóðveldi eru 63 prosent fyri og í Javnaðarflokkinum 58 prosent.

Javnaðarveljarar eru mest ivasamir, tí her er lutfalsliga fægst fyri, men her er eisini ein sera stórur partur, sum sigur seg ikki vita, heili 32 prosent.

Flestu nei-sigarar til spurningin um radara á Sornfelli finna vit í Sjálvstýri við 17 prosentum, Tjóðveldi við 16 og í Miðflokkinum við 11 prosentum.

Menninir siga ja – kvinnurnar ivast
Menninir eru nógv jaligari mótvegis radaranum enn menninir. 79 prosent av monnunum mótvegis 55 prosent av kvinnunum svara ja upp á spurningin. Ikki tí kvinnurnar eru meira ímóti, men tí tær eru meira ivasamar.

11 prosent av monnunum og 9 prosent av kvinnunum svara nei. Bert 10 prosent av monnunum siga seg ikki vita, meðan heili 36 prosent – meira enn triðja hvør – av kvinnunum svara “veit ikki”.

Tá hugt verður eftir aldurssamansetingini, so sæst, at tað eru tey eldru sum eru mest fyri einum radara, meðan tey yngru eru meira ivasom.

78 prosent av aldursbólkinum yvir 45 ár eru fyri radaranum og 56 prosent av teimum undir 45 ár. Men í yngra aldursbólkinum eru heili 30 prosent, sum siga seg vera í iva. Tað talið er bert 16 prosent í eldra aldursbólkinum.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2022

4 Leygardagur 19. mars 2022

Løgmaður vil innføra heilsu- og røktarfrádrátt

Í formansrøðu sínari á landsfundi hjá Sambandsflokkinum kom Bárður á Steig Nielsen við einum boði uppá, hvussu starvsfólkatrotið á heilsu- og røktarøkinum kann loysast

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Serstakar tíðir krevja serstakar loysnir. Heilsu- og røktarøkið er ein grundarsteinur undir okkara vælferð og vit verða noydd at gera nakrar framfýsnar broytingar fyri at betra um umstøðurnar hjá starvsfólkunum innan økið, umframt at geva teimum fleiri starvsfelagar - tí tað hava tey uppiborið.

Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður m.a. í sínari formansrøðu á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum farna leygardag.

Hann vísti á, at Búskaparráðið í várfrágreiðingini metti, at tørvur verður á útvið 2.000 fleiri starvsfólkum á heilsu- og røktarøkinum komandi tíggju árini, og kom hann við einum boði uppá, hvussu hetta kundi loysast.

Eitt stig, sum longu er tikið, er at fleiri flokkar av sjúkrarøktarfrøðilesandi verða tiknir upp árliga, og arbeitt verður við at stovna ein flokk afturat innan heilsurøkt.

Víðari segði Bárður á Steig Nielsen:

– Mítt boð er, at vit innføra ein heilsu- og røktarfrádrátt. Hesin frádrátturin skal geva starvsfólkunum innan geiran ta virðing, tey hava uppiborið, og eggja teimum, at halda áfram at starvast innan økið, umframt at nýggir starvsfelagir leggjast afturat.

– Eisini kann umhugsast, at ein umskipan av Heilsuskúlanum, við fjarlestri og brúk av tøkniligum møguleikum. Hetta styrkir samstundis um fakleikan hjá starvsfólkahópinum innan eldra- og røktargeiran.

– Nýhugsan innan økið er neyðugt, so vit framhaldandi kunnu varðveita okkara vælferðarstøði, segði hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2022

5

Størv

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024
6 Leygardagur 19. mars 2022

Christian Andreasen tekur yvir í Fólkaflokkinum

Valið stóð millum Christian Andreasen og Beinir Johannessen. Christian fekk 15 og Beinir 12 atkvøður

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Floksleiðslan í Fólkaflokkinum valdi í gjárkvøldið valt Christian Andreasen til nýggjan floksformann eftri Jørgen Niclasen.

Valið stóð millum tveir mans, sum báðir vórðu nývaldir í Løgtingið á seinasta vali, nevniliga Christian Andreasen og mannin, sum fekk flest atkvøður á løgtingsvalinum, unga Beinir Johannesen.

27 fólk sita í floksleiðsluni í Fólkaflokkinum. Tað eru ting- og landsstýrismanningin umframt umboð fyri lokal- og ungmannafelag.

Christian Andreasen fekk 15 atkvøður og Beinir Johannessen 12.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2022

7 Leygardagur 19. mars 2022

Ikki undirtøka at geva ávísum starvsbólki skattalætta

Spyr.fo: Tað eru bara 22 prosent av veljarunum, sum taka undir við løgmanni um serligan skattalætta

(Savnsmynd: Klara Johannessen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bárður á Steig Nielsen hevur ikki undirtøku fyri sínum ætlanum um at geva starvsfólkunum á heilsu- og røktarøkinum.

Tað var farna vikuskiftið, at løgmaður kom fram við hesum tonkunum undir formansrøðu síni á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum.

Men tað eru einans sambandsveljarar, sum eru samd við formanni sínum, at hetta er rætta leiðin at loysa avbjóðingina við manglandi starvsfólki á hesum økinum.

Ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin í vikuni vísir, at tað er ein stórur meiriluti ímóti ætlanunum hjá løgmanni.

Spyr.fo spurdi mikudagin 500 veljarar henda spurningin: “Tekur tú undir við løgmanni um at lata skattalætta til starvsfólk í heilsu og røktarøkinum?”

Heili 58 prosent søgdu nei og bert 22 prosent svaraðu ja til henda spurningin.

Veljararnir, sum siga seg velja samgonguflokkarnar eru eisini flestir ímóti. 48 prosent av teimum siga nei og 30 prosent siga ja. Og millum andstøðuveljararnar er mótstøðan uppaftur størri.

Tá hugt verður nærri at tølunum, so sæst, at tað einans er í egna flokki løgmans, Sambandsflokkinum, at tað er meiriluti fyri hesum tonkunum. Av tí at tað eru 20 prosent av sambandsveljarunum – fimti hvør – sum svara ‘veit’ ikki upp á spurningin, so er tað undir helmingurin – 44 prosent – av sambandsveljarunum, sum taka undir við formanninum. Heili 35 prosent av sambandsveljarunum siga seg vera ímóti.

Í øllum hinum flokkunum er meirilutin ímóti tonkunum um at geva hesum arbeiðsbólki serligar skattasømdir. Millum fólkafloksveljarar er mótstøðan “bara” beint oman fyri 50 prosent, meðan mótstøðan hjá øllum hinum flokkunum er oman 60 prosent og meira.

Langt teir flestu veljararnir taka sostatt undir við limum í Búskaparráðnum og fleiri umboðum fyri fakfeløg, sum í vikuni hava víst á, at hetta ikki er rætta leiðin at ganga fyri at tryggja at fleiri fólk velja sær starv innan heilsu- og røktarøkið.

Er tað eitt politiskt ynski at geva einum starvsbólki eitt lyft, so eigur tað at vera gjørt við at geva teimum ein betri sáttmála heldur enn ein serligan skattalætta, tykist hugburðurin vera.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2022

8 Leygardagur 19. mars 2022

Norðoya Sparikassi 21,4 milliónir í avlopi í 2021

Hetta er meira enn tvær milliónir betri enn í fjør

(Mynd: Norðoya Sparikassi)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Úrslitið áðrenn skatt í 2021 var eitt avlop upp á 21,4 milliónir krónur. Sparikassin er nøgdur við gongdina í 2021. 

Grundraksturin í 2021 var 21,2 milliónir krónur í mun til 19 milliónir árið fyri, sum er ein øking upp á 2,2 milliónir krónur.

Við einum styrktum grundrakstri er sparikassin betri mótstøðuførur í mun til eina møguliga afturgongd í búskapinum. 

Økt virksemi
Útlánini øktust úr 1.990 milliónum upp í 2.025 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur upp á 35 milliónir ella 1,7 prosent. 

Umframt útlánsvøksturin hevði sparikassin ein vøkstur í realkredittlánum upp á 35 millióónir krónur. 

Innlánini lækkaðu úr 2.469 milliónum niður í 2.464 milliónir krónur, sum svarar til eina lækking upp á 5 milliónir krónur ella 0,2 prosent. 

Áhugin fyri at seta pening í ábyrgdarfæ er framvegis stórur og í 2021 hækkaði samlaða ábyrgdarfæið úr 28,5 milliónum upp í 33,6 milliónir krónur. Hetta er ein øking upp á 17,6 prosent.

Gjaldføri og solvensur
Gjaldførið er gott. Við ársenda 2021 var lyklatalið fyri gjaldførið 261 prosent í mun til lógarkravda gjaldførið á 100 prosent.

Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2021 var solvensurin 25,4 prosent sammett við 22,6 prosent árið fyri. 

Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður 29. mars. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2022

9
Leygardagur 19. mars 2022

2021 hilnaðist væl á skipasmiðjuni Mest

Úrslitið hjá MEST var í 2021 eitt vet hægri enn árið frammanundan hóast nettosølan var lægri. Avlopið eftir skatt var 12,9 milliónir krónur í 2021 í mun til 12,8 milliónir árið fyri. Í MEST samtakinum eru í dag 500 ársverk - harav 60 lærlingar. Leiðslan er samanumtikið nøgd við úrslitið

Mouritz Mohr, stjóri á MEST (Mynd: Mest)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í 2020 fylti stóra verkætlanin við byggingini av nýggja havrannsóknarskipinum Jákup Sverra nógv í søluni, sum var á 420 milliónir krónur. Nettosølan í 2021 var 392 milliónir, og var hetta eitt meira vanligt ár uttan størri verkætlanir, men einamest merkt av vanligum umvælingar- og viðlíkahaldsuppgávum.

MEST er ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningini á góðar 100 milliónir krónur og einum soliditeti á gott 48 prosent.

Samtakið fevnir um MEST skipasmiðjurnar í Havn og á Skála, MEST framleiðsluútgerð í Runavík, sleipibátavirksemi og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi. MEST luttekur somuleiðis í dag innan plastsveising av útgerð til vinnuna umframt viðlíkahaldi av vindmyllum í Føroyum.

Nýggj turrdokk ávegis
Nýggja ættarliðið av størri fiskiskipum og øðrum skipum í vinnuni verða bygd í hesum døgum. Verandi turrdokk er ov lítil at taka ímóti hesum skipum.

Tessvegna er MEST í eini tilgongd har ein nýggj størri turrdokk ætlandi skal verða klár í 2024. Nýggja turrdokkin verður staðsett beint norðanfyri verandi turrdokk á Skála. Dokkin verður ætlandi 150 metrar long, 30 metrar breið og 12 metrar djúp.  

Fyrireikandi arbeiðið við at gera nýggja turrdokk er veruliga farið í gongd. 

Fyri MEST hevur burðardygd stóran týdning og er í eini tilgongd á økinum. MEST tekur atlit til burðardygd í samband við uppgávur, og hvussu arbeiðið í gerandisdegnum verður lagt til rættis. 

Hóast nógvar korona avbjóðingar megnaði PAM Offshore Service at styrkja sína støðu á norska marknaðinum og at fáa avlop á yvir 1 millión krónur í 2021.  

Okkara royndir frá millum annað koronustøðuni seinastu árini vísa, at MEST sum fyritøka er tengd at heimsbúskapinum. Nú korona er við at hasa av, er hon avloyst av eini nýggjari avbjóðing, sum vit neyvan høvdu gjørt okkum far um. Støðan í Ukraina og handilsbann er nú veruliga komið á breddan, og kenna vit ikki avleiðingarnar fyri okkara virksemi enn.  

- Sum ein partur av føroysku virðisketuni kenna vit ábyrgd fyri at halda framleiðsluhjólini í gongd og alsamt at menna okkum. Vit hava seinastu árini fingið staðfest, at vit eru ein kappingarfør fyritøka og stimbrar hetta okkum uppaftur meiri til at halda fast í okkara ætlanum at gerast fremsta fyritøkan í Norðurlondum innan veitan av okkara tænastum, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2022

10 Leygardagur 19. mars 2022

JT Electric besta úrslit nakrantíð

Ársúrslitið gjørdist 14,5 milliónir krónur sammett við 12,8 milliónir krónur í fjør. Fyritøkan hevur stórt verksemi uttanlands

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt yvirskot á 14,4 milliónir krónur, sum er besta úrslit nakrantíð hjá JT Electric, sum annars eisini ber uppruna navnið Pf. Jóannes Thomsen.

JT Electric er ein innovativ fyritøka, sum mennir, útviklar og selur egnar vørur í Føroyum og uttanlanda, og sum sambært leiðsluni hevur stórar framtíðar møguleikar á alheims marknaðinum.

Fyritøkan, sum Jóannes Thomsen stovnaði í 1972, fyri 50 árum síðani, hevur ment seg munandi síðstu árini. Frá at verða ein el innleggjara fyritøka í Fuglafirði, sum við tíðini flutti út á Kambsdal og menti vørur og tænastur til fiskivinnuna og alivinnuna í Føroyum og uttanlanda. Í dag hevur felagið miðsavnað seg um menna og selja vørur og tænastur til alivinnuna.

Av vørum, sum JT Electric hevur ment síðstu árini kunnu nevnast fóðurskipanir, kameraskipanir, sensor skipanir, undirvatns ljós, undirvatns kamera, fóðurflakar, ilt sensorar, umframt at felagið eisini byggir fóðurskip til alivinnuna í Pólandi.  JT Electric er tí í dag ein heildarveitari av tekniskari útgerð til alivinnuna.

Í 2020 keypti JT Electric skotska felagið Sterner Aquatech UK, sum m.a. arbeiðir innan water treatment og sludge treatment til smoltstøðir. JT Electric hevur í dag munandi virksemi ígjøgnum síni dótturfeløg bæði í Skotlandi og í Pólandi, og er líka so nógv ein altjóða fyritøka í dag, sum kappast við útlendskar veitarar á marknaðinum og har størri parturin av søluni í dag er uttanlands.

Sambært stjóranum í felagnum, Suna Justinussen, er uttanlandsvirksemið hjá JT Electric miðvíst økt, og hevur tað verið ein partur av strategi felagsins. Goður møguleiki er fyri at uttanlandamarknaðurin framyvir kann gerast enn størri og meira týdningarmikil hjá felagnum, umframt at føroysku kundarnir eisini framhaldandi fáa bjóða dygdargóðar vørur og tænastur.

Rakstrarroknskapurin

[object Object]

Roknskapurin hjá JT Electric vísur, at bruttovinningurin fall úr 31,4 milliónum í 2020 til 27,2 milliónir krónur í 2021.

Starvsfólkaútreiðslurnar vóru 14,2 milliónir krónur í 2021, sum er 1,1 milliónir lægri enn í 2020. Í alt 70 fólk starvast í fyritøkuni í Føroyum og uttanlands.

Úrslit áðrenn avskrivingar, Ebidta, fall úr 16,1 milliónum í 2020 til 13,1 milliónir krónur í 2021. Talan er tí um eitt fall í Ebidta á 18,9 prosent.

Felagið hevði tó fíggjarligar inntøkur í 2021 frá sínum dótturfeløgum uttanlands á 5,5 milliónir krónur, sum tí ávirkar úrslitið hjá felagnum munandi í 2021.

Úrslit eftir skatt í 2021 gjørdist tí eitt avlop á 14,5 milliónir krónur, sammett við 12,8 milliónir í 2020. Vøksturin í ársúrlitinum var tískil 5,9 prosent.

Fíggjarstøðan 

[object Object]

[object Object]

Fíggjarjavnin hjá JT Electric var í 2021 íalt 105,4 milliónir krónur, sum er sama støði sum í 2020.  

Støðisognin øktist úr 78,3 milliónum í 2020 til 81,3 milliónir krónur í 2021. Ogn í umferð fall hinvegin úr 28,1 milliónum í 2020 til 24,1 milliónir krónur í 2021. Serliga kann nevnast, at vørugoymslurnar í 2021 øktist við 4,6 milliónum til 11,6 milliónir krónur í 2021. Harnæst fall áogn frá skuldarum úr 16,8 milliónum í 2020 til 11,6 milliónir krónur í 2021. 

Eginpeningurin hjá JT Electric var við ársenda 2021 samanlagt 62,9 milliónir krónur sammett við 53,4 milliónir í 2020. Talan er um eina fíggjarliga sterka fyritøku, við einum trygdarevni á 60 prosent, sum má metast at verða gott. 

Felagið hevur goldið 4,4 milliónir niður á langfreistaðu skuldina, sum við ársenda 2021 íalt var 20,1 milliónir krónur Stuttfreistaða skuldin er somuleiðis minkað við 4,5 milliónum til 22,0 milliónir krónur í 2021.  

Gjaldførið hjá JT Elecric var rímuligt í 2021 , tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 109 prosent samanborið við 106 prosent í 2020. 

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 5 milliónir krónur av sum vinningsbýti til eigararnar. 

Høvuðspartaeigarin av Pf. Jóannes Thomsen (JT Electric) er Spf. Skrínið, sum er dótturfelag hjá Pf. Tjaldur.

Stjóri síðani 2017 hevur verið Suni Justinussen. Nevndarformaður er Árni Tór Rasmussen.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2022

11 Leygardagur 19. mars 2022

Bilasølurnar 28,9 milliónir í samlaðum rakstraravlopi í 2020

Pf. Wenzel Pf. Waag høvdu nógv bestu rakstrarúrslitini í 2020

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Um hugt verður eftir roknskapunum fyri 2020 hjá teimum níggju bilasølunum í Føroyum, kann staðfestast at úrslitini eru sera ymisk. Serliga er tað tær stóru bilasølurnar, sum vinna mest av peningi, fyrst og fremst tí at tey selja flest nýggjar bilar.

Rakstrarúrslitið hjá Wenzel var 9,6 milliónir krónur meðan Waag hevði 8,8 milliónir í rakstrarúrslitið. Á triðja plássi er Pf. Bilasølan við rakstrarúrslitið á 3,8 milliónir krónur, meðan Bilrøkt hevði 2,8 milliónir krónur í rakstrarúrsliti.

Einasta bilasøla, sum hevði hall í 2020 var Pf. Berg Motors, sum hevði eitt rakstrarhall á 2,1 milliónir krónur. 

[object Object]

Samlaða sølan hjá føroysku bilasølunum er ikki víst í almennu roknskapunum. Tí er bruttovinningurin besta ábending um samlaðu søluna hjá bilasølunum, men tað má sjálvsagt takast við ávísum fyrivarni, tá vit ikki síggja rakstrarútreiðslurnar, sum eru ymiskar hjá hvørjari einstakari bilasølu. 

Størsta bruttovinningin hevði Reyni Service við 31,6 milliónum krónum, og rakstrarúrslitið eftir skatt var 2,7 milliónir, sum gevur Reyni Service eitt fjórða pláss. Næststørsta bruttovinningin hevði Pf. Wenzel við 27,1 milliónum krónum og einum rakstrarúrsliti upp á 9,6 milliónir. Á triðja plássið hevði Pf. Waag ein bruttovinning á 21,1 milliónir krónur og hevði eitt rakstrarúrslit upp á 8,8 milliónir.

[object Object]

Um hugt verður eftir fíggjarligu styrkini hjá bilasølunum, so síggjar vit, at Reyni Service hevur nógv størsta eginpeningin við 54,8 milliónum krónum, meðan Pf. Waag er á øðrum plássi við einum eginpeningi á 49,8 milliónir krónur. Á triðja plássið er Pf. Auto Service við 28,4 milliónum.

[object Object]

Lyklatølini hjá bilasølunum í Føroyum eru eisini sera ymisk.  

Ognaravkast er tað lyklatalið, sum vísir best, hvussu gott rakstrarúrslitið er í mun til tann kapitalin á fíggjarstøðuni, sum bilasølurnar í 2020 nýttu at reka teirra felag. 

Pf Bilasølan liggur á fyrsta plássið við 14,1 prosentum í ognaravkasti, Spf. Bilrøkt hevði 14,0 prosent og Pf. Wenzel hevði 11,3 prosent í ognaravkasti. 

Tá talan er um trygdarevni (soliditetur), sum er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur, so er Spf. Nordbil í 2020 á odda við 52,9 prosentum meðan Pf. Waag er á øðrum plássið við 52,8 prosentum. Bilrøkt er á einum triðja plássi við 44,7 prosentum í trygdarevni í 2020. 

Eginpeningsavkastið (rakstrarúrslit í mun til eginpening) vísir hvussu fíggjarliga avkastið hjá eigarunum hevur verið í árinum. Besta eginpeningsavkastið hevði Pf. Bilasølan við 89,5 prosentum og næst var Spf. Nordbil við 66,6 prosentum meðan Pf. Wenzel lá á triðja plássið við 34,5 prosentum.   

Roknskapirnir fyri 2021 kunnu væntast at koma inn næstu mánaðirnar. Tí verður spennandi at síggja um broytingar verða í roknskapunum hjá bilasølunum og hvør fær bestu úrslitini í 2021. 

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2022

12 Leygardagur 19. mars 2022

Tryggingarfeløg: Misvísandi innslag hjá Kringvarpinum

Eitt innslag í Degi og viku í hóskvøldið hevur elvt til ivamál hjá fleiri kundum. Bæði Betri Trygging og Trygd staðfesta nú, at sethús eru nývirðistryggjað

Savnsmynd
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bæði Betri Trygging og Trygd sendu í gjár, fríggjadagin út rætting um innslag, sum var í Degi og viku í hóskvøldið.

Har var ført fram, at kemur eldur í eini eldri hús, kann man risikera at tryggingin ikki tekur við tí upphædd, sum tað kostar at byggja eini líknandi hús aftur.

Í Degi og viku varð víst á, at Kringvarpið í fleiri dagar hevði roynt at fingið samrøðu við Betri Trygging og Trygd um málið, men tey høvdu borið seg undan.

Men eftir innslagið er sent, og journalistur hjá Degi og viku er sendur út í býin at spyrja fólk á gøtuni um málið, koma tryggingarfeløgini við viðmerking.

----

Betri Trygging:

Rætting til Dag og viku 17.03.2022

Góðu tit øll, sum hava tryggjað tykkara hús hjá Betri Trygging.

Tað er ikki rætt, sum var ført fram í Degi og viku í kvøld (gjárkvøldið, red.).

Tað rætta er hetta: Um tú tryggjar húsini, og tey verða totalskadd - eitt nú um eldur kemur í, og tey brenna í grund - fært tú eini nýggj hús bygd uppaftur. 

Um skaðin er 50% ella meir, taka vit fyrst húsini niður og rinda síðani fyri at byggja eini nýggj. Sama slag. 

Vit tryggja tær ein bústað, ímeðan arbeiðið fer fram, og vit hava eina skaðatænastu, sum hjálpir tær at vaska og bjarga teimum lutunum, sum kunnu bjargast. 

Betri Trygging niðurskrivar IKKI hús, sum eru totalskadd - til dømis brunnin í grund - so at fólk mugu taka lán fyri at fáa tak yvir høvdið aftur.

Sambært reglunum hava vit loyvi til tað, um so er, at húsini als ikki eru viðlíkahildin í longri tið og um virðið á húsunum tí er minkað við meiri enn einum triðingi. Men hetta hendir ógvuliga sjáldan - um nakrantíð - hóast vit sambært reglunum kunnu gera tað. 

Øll vanliga viðlíkahildin og rætt tryggjað hús, sum verða totalskadd, verða endurrindað.

Vit skilja og harmast um ampan, sum faktuelli skeivleikin í Degi og viku hevur skapt, og vit svara sjálvandi fegin øllum ivamálum, sum hetta innslagið kann hava elvt til. 


Trygd:

Sethús eru núvirðistryggjað

Allir kundar, ið hava eina sethúsatrygging hjá okkum, eru fevndir av nývirðistrygging. Tað merkir, at kundar kunnu hava vissu fyri, at húsini verða bygd aftur, um skaði stendst av eldi. Hetta er galdandi uttan mun til, nær húsini upprunaliga eru bygd. Sostatt verða eini 40 ára gomul hús bygd aftur, eins væl og eini 10 ára gomul hús verða bygd aftur eftir ein eldsbruna. Trygd rindar allan byggikostnaðin.

Er talan um eini serstakliga illa viðlíkahildin hús, kann virðið á húsunum verða niðurskrivað. Tað er tó sera óvanligt, at sethús eru í so mikið ringum standi, at hetta verður galdandi. Sostatt kunnu kundar, ið búgva í einum vanligum - eldri eins væl og nýggjum - sethúsum hava vissu fyri, at nývirðistryggingin fevnir um teirra hús, og at húsini verða bygd aftur, um illa vil til.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2022

13 Leygardagur 19. mars 2022

Hotel Hafnia er latið upp í nýggjum hami

Umvælingin og dagføringin ber við sær, at Hotel Hafnia fær eina stjørnu afturat og er nú eitt fýrastjørna hotell

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað er í einum dagførdum og dárandi sniði, at Hotel Hafnia aftur hevur latið dyrnar upp.

Hotellið hevur verið undir umvæling síðan á jólum, og lat upp aftur í einum inniligum og fjálgum samspæli millum samtíðina og søguríku fortíðina. Vitjanin og uppihaldið er gjørt sermerkt við teimum bestu og mest framkomnu tænastunum og hentleikunum, samstundis sum tað er ein hendingarík ferð aftur í tíð.

Umvælingin og dagføringin ber við sær, at Hotel Hafnia fær eina stjørnu afturat og er nú eitt fýrastjørna hotell. Hotel Hafnia hevur í sama viðfangi fingið grønu umhvørvisgóðkenningina, Green Key, sum er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðavinnuni. Góðkenningin verður latin fyritøkum í ferðavinnuni, sum gera nógv fyri at verja umhvørvið. Tvey gistingarhús í Føroyum hava nú hesa góðkenningina, Hotel Brandan og Hotel Hafnia.

Hotel Hafnia læt upprunaliga upp á Áarvegnum í 1951, staðsett í dukandi hjartanum í býnum og umgyrt av bygningum við nógvari og ríkari søgu. Og júst tann forvitnisliga søgan fer nú eisini at liva víðari á hotellinum. Við fríum útsýni yvir gamla og stolta býarbýlingin í Havn eru áhugaverdu søgurnar um millum annað stásiligu Amtmansborgina, hugnaligu Havnará og gamla apotekshúsið á Áarvegnum ein inngrógvin partur av vitjanini á Hafnia. Somuleiðis er ein veggur á kamarinum prýddur við serliga minnisríkum og litríkum løtum og tíðarskeiðum í havnarsøgu frá sjeyti- og áttatiárunum.

Á Hotel Hafnia eru 79 kømur við nýggjum útbúnaði, skjóttgangandi interneti og stroymingartænastuni Chromecast. Umframt tað eru 4 smáttur, matstova, kafé, hitarúm, og stór og smidlig fundarhøli.

Hotel Hafnia er latið upp aftur við neyvt sama frálíka tænastustøði og gestablídni sum altíð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2022

14 Leygardagur 19. mars 2022

Handilssamstarvið millum Føroyar og ES komið á eitt vegamót

Farna mánadag høvdu føroyskir og ES myndugleikar fund í felagsnevndini, sum viðger handilssamstarvið millum Føroyar og ES

Felagsnevndin
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mánadagin 7. mars høvdu føroyskir og ES myndugleikar fund í felagsnevndini, sum viðger handilssamstarvið millum Føroyar og ES. Fundurin varð hildin í Brússel, og talan var um 19. felagsnevndarfundin síðani handilssáttmálin millum Føroyar og ES kom í gildi í 1998.

Ynskið Føroya um at styrkja handilssamstarvið við ES, og at fáa betri marknaðaratgongd fyri virkaðar fiskavørur varð umrøtt. Harumframt umrøddu partarnir ítøkiligar broytingar í sáttmálanum á ymsum økjum og dagføringar í heilsufrøðiligu avtaluni.

Føroyar hava í longri tíð gjørt vart við, at verandi karmurin fyri handilssamstarv við ES er ov stirvin. Seinnu árini hevur handilsjavnin millum Føroyar og ES verið til stóran fyrimun fyri ES, og ES kann frítt útflyta at kalla allar vørur tollfrítt til Føroya. Meginparturin av føroyska útflutninginum er fiskavørur. Kortini kunnu Føroyar bert útflyta tær fiskavørur tollfrítt til ES marknaðin, sum eru greinaðar í lista við einstøkum vørubólkum. Tað eru serliga virkaðar fiskavørur, sum Føroyar hava ynskt at leggja aftrat listanum.

Tað kann taka fleiri ár at samráðast um og samtykkja at leggja nýggjar vørur afturat hesum listanum. So hóast Føroyar hava tollfría atgongd fyri stórt sæð allan verandi útflutning til ES, er trupult at fáa betri marknaðaratgongd fyri virkaðar vørur, sum føroyskir framleiðarar hava ætlanir um at menna.

Seinastu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at menna samstarvið við ES, bæði á handilsøkinum og á øðrum økjum. Á fundinum vórðu partarnir samdir um, at handilssamstarvið millum Føroyar og ES er komið á eitt vegamót. Undir verandi kørmum er rásarúmið fyri broytingum í handilssáttmálanum sera avmarkað. Tí samdust partarnir um, at tíðin er komin til í felag at viðgera, hvussu javnvágin kann betrast í handilssáttmálin, og hvussu sáttmálin verður meira tíðarhóskandi.

Avtalað varð, at felagsnevndin komandi vikurnar fer at koma ásamt um ein leist fyri, hvussu henda tilgongd kann skipast.

Næsti fundur í felagsnevndini ímillum Føroyar og ES um handilssáttmálan verður í Føroyum í 2023.

Felagsnevndin Føroyar-ES
Handilssáttmálin millum Føroyar og ES ásetur, at ein felagsnevnd skal hava eftirlit við, hvussu fríhandilssáttmálin virkar. Felagsnevndin hittist regluliga at skifta orð um, hvussu sáttmálin virkar, og um onnur mál, sum hava samband við hann.

Felagsnevndin er mannað við embætisfólkum úr Sendistovu Føroya í Brússel, landsstýrinum og aðalstjórnini í ES fyri handil, vanliga nevnd DG Trade.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2022

15 Leygardagur 19. mars 2022

Kalpana og David ráðgeva um migratión

Norðurlendska ráðharraráðið hevur sett bólk av serfrøðingum at veita ráð í spurningum um integrasjón av fóttum og tilflytarum

Kalpana Vijayavarathan, annað av føroysku umboðunum í ráðgevarabólkinum (Savnsmynd: setur.fo)
SkrivaÐ:

Innsent

Í vikuni fekk norðurlendska samstarvið nýggjan ráðgevarabólk við integratiónsserfrøðingum, sum skal vegleiða Norðurlendska Ráðharraráðið um migratión. Bólkurin hevur fingið heitið Nordisk Migrant Ekspert Forum.

Limirnir í bólkinum skulu vegleiða út frá fakligu førleikum sínum, umframt sínum egnu royndum við integratión í Norðurlondum. Føroysku umboðini í bólkinum eru Kalpana Vijayavarathan og David Im.

Endamálið er at byggja brýr millum tørvirnar hjá flóttafólki og tilflytarum øðrumegin og átøkini hjá myndugleikum hinumegin.

Í bólkinum eru 16 limir, sum hava tað til felags, at teir eru føddir uttan fyri Norðurlond og eru fluttir til eitt av londunum. Eisini hava limirnir serfrøðingavitan á økjum, sum eru viðkomandi fyri at integrera flóttafólk og tilflytarar.

Norska ráðkvinnan í arbeiðs- og inkluderingarmálum, Marte Mjøs Persen, hevur góðar vónir um, at nýggja átakið fer at styrkja um integratiónina í Norðurlondum.

- Við Nordisk Migrant Ekspert Forum fáa norðurlendsku myndugleikarnir og samstarvsfeløgini ein bólk at venda sær til fyri at fáa metingar og ráð. Tað er týdningarmikið fyri myndugleikarnar at samskifta við serfrøðingar, sum hava tætt tilknýti til teir borgarar, sum integratiónsátøkini eru til fyri. Hetta styrkir okkara vitanargrundarlag og er eitt íkast til norðurlendska samstarvið um integratión, sigur hon við heimasíðuna norgen.org.

Føroysku limirnir í Nordisk Migrant Ekspert Forum eru Kalpana Vijayavarathan, adjunktur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, og David Im, sum samskipar integratión í Føroyum fyri Útlendingastovuna.

Kelda: setur.fo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2022

16 Leygardagur 19. mars 2022

Løgfrøðiútbúgvingin á Fróðskaparsetri Føroya javnsett við danskar løgfrøðiútbúgvingar

Talan er um eitt ómetaliga týdningarmikið stig fyri Føroyar og fyri Fróðskaparsetur Føroya, sigur landsstýrismaðurin við mentamálum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Danska Løgmálaráðið hevur nú mett løgfrøðiútbúgvingina á Fróðskaparsetri Føroya ájavnt við løgfrøðiútbúgvingar frá donskum universitetum.

Hetta merkir, at løgfrøðingar, ið eru útbúnir á Fróðskaparsetrinum, og hava tikið bæði bachelor og master, fáa atgongd til lógarbundin størv sum dómarar, ákærarar og advokatar á jøvnum føti við løgfrøðingar við siðbundnu donsku útbúgvingini.

Tá føroyska rættargangslógin bleiv broytt í 2019, varð ásett í viðmerkingunum, at ein føroysk løgfrøðiútbúgving skal metast ájavnt og geva somu rættindi, um hon er sambærilig við løgfrøðiútbúgving frá donskum universiteti.

Eftir drúgt samskifti millum føroyskar og danskar myndugleikar er javnlíkameting av útbúgvingini sjálvari og meting av góðskutryggingarskipanini á Fróðskaparsetrinum nú framd. Síðan hevur Løgmálaráðið tikið avgerð um, at útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum skal metast javnsett við útbúgvingar á donskum universitetum.

– Talan er um eitt ómetaliga týdningarmikið stig fyri Føroyar og fyri Fróðskaparsetur Føroya. Hetta fer at hava við sær, at Fróðskaparsetrið í enn størri mun enn áður fer at styrkja sína støðu sum fremsti vitanarstovnur, føroyska samfelagnum til frama, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2022

17 Leygardagur 19. mars 2022

Talið av umsøkjarum er lækkandi

918 fólk hava søkt um at byrja á Miðnámi í august sambært kvf.fo. Hetta er greitt, eftir at freistin fór týsdagin, og hetta eru 66 færri enn í fjør og beint yvir 300 færri enn í 2015

Áhugin at sleppa inn á búskaparbreytin í Miðnámi á Kambsdali er vaksin nógv (Mynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsdagin 15. mars var seinasta freist at søkja um at byrja á miðnámsskúla eftir summarfríðtíðina.

Hóast talið 918 ikki ljóðar so lágt, so er tað væl lægri enn fyri til dømis sjey árum síðani, tá 1.220 fólk søktu inn. 

Kringvarpið skrivar, at tað eru 66 færri umsøknir enn í fjør, og at býti er soleiðis, at 745 hava søkt inn á gymnasialu breytirnar, 158 hava søkt inn á eina yrkisrættaða útbúgving og 15 hava søkt Heilsuskúlan.

Áhugin at sleppa inn á búskaparbreytin í Miðnámi á Kambsdali er vaksin nógv - 93 umsøknir eru til júst tað. Tey, eins og hini, fáa svar fyrst í mai.

Um kynsbýti skrivar Kringarpið soleiðis:

- Eins og undanfarin ár eru fleiri gentur enn dreingir millum umsøkjararnar. Í ár eiga genturnar 52,4 prosent, í fjør 54 prosent.




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2022

18 Leygardagur 19. mars 2022

- Eg seti altíð tann best skikkaða – og tað er ofta ein kvinna

Eftir fýra árum, er Ingunn Eiriksdóttir farin frá at vera einsamøll kvinna í leiðslubólkinum í Betri Trygging, til at fáa javnstøðu í felagnum frá toppi til gólv

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, í einari Facebook støðudagføring hjá trygginarfelagnum.

Hon er eftir fýra árum farin frá at vera einsamøll kvinna í leiðslubólkinum – til at fáa javnstøðu í felagnum frá toppi til gólv.

Tá kjakið um javnstøðu kemur upp at venda, er altíð onkur, sum staðfestir: ”Tað nyttar ikki at seta eina kvinnu, bara fyri at seta eina kvinnu. Vit mugu seta tann persónin, sum er best skikkaður.”

Men sambært Ingunn Eiriksdóttir er eingin andsøgn ímillum at seta eina kvinnu og at seta tann best skikkaða persónin. Tí tann best skikkaði er ofta ein kvinna. 

- Eg gangi inn fyri at hava eins nógvar kvinnur og menn, tí tað er betri fyri trivnaðin, úrslitið, burðardygdina osfr. Men eg seti ikki kvinnur bara fyri at seta kvinnur. Eg seti altíð tann best skikkaða persónin – og tað vísir seg umleið helvtina av ferðunum at vera ein kvinna, sigur Ingunn Eiriksdóttir. 

Tá hon sjálv byrjaði í Betri Trygging, sat hon einsamøll kvinna ímillum allar menninar. Men eftir fýra árum er kynsbýtið javnt. 

- Starvsfólkið hevur alla mína tíð verið væl blandað. Men tað sást ikki aftur í leiðsluni. Tað ger tað nú – og tað er komið púra natúrliga, júst tí at eg vildi hava tey bestu. 

Stjórin í Betri Trygging hevur í grundini bara eina gylta reglu, tá hon setir fólk. Og tað er at tryggja diversitet. 

- Vit skulu hava bæði kyn, men vit skulu eisini hava ymsar útbúgvingar, ymsar aldrar, ymsar royndir og ymsar typur. Diversitetur er eitt lyklaorð fyri meg sum stjóra, og har kemur kynslig javnstøða eisini natúrliga inn, greiðir Ingunn frá. 

Ingunn Eiriksdóttir hevur royndir bæði innan tað almenna, tað privata og tað kommunala. 

- Mínar royndir eru tær somu allastaðni. Har starvsfólkið er væl blandað, eru trivnaður og úrslit best. Kvinnurnar í Føroyum standa einki aftanfyri menninar. Fert tú eftir teimum bestu fólkunum, fært tú eisini javnstøðuna við í posan. Tað eru mínar kláru royndir. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2022

19 Leygardagur 19. mars 2022

900 milliónir í lønum í februar

Menninir áttu 62 prosent av útgoldnu lønunum

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í februar vórðu um 900 milliónir útgoldnar í lønum – slakar 15 milliónir meira enn í februar 2021. Hetta svarar til ein vøkstur upp á 2,7 prosent.

Sambært Hagstovuni áttu menninir 560 milliónir av lønargjaldingunum – 62 prosent, meðan kvinnurnar áttu 341 milliónir.

Hjá monnunum var talan um ein vøkstur á 10 milliónir í mun til februar í fjør, meðan vøksturin hjá kvinnunum var 14 milliónir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2022

20
Leygardagur 19. mars 2022

Ein ógvuslig uppliving

- Familjan hjá mær varð ógvuliga illa við av at hoyra í fjølmiðlunum, at Klesvtrand hevði sent út neyðarkall. Tey vistu av ongum, tí vit fingu ikki boðað frá vegna streymslit, sigur Hanus Christiansen

Hanus Christiansen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Týsmorgunin 1. mars sendi danska frystifarmaskipið Klevstrand út neyðarkall 100 fjórðingar í ein útnyrðing úr Føroyum. Stormur var á leiðini, og teir høvdu fingið ein sjógv, og sjógvur var komin í maskinrúmið.

- Vit vóru ávegis úr Íslandi til Danmarkar, og vóru staddir umleið 100 fjórðingar vestur úr Føroyum. Veðrið var ringt, eini 30-40 metrar um sekundið og aldan var um 12 metrar høg. Tað gekk rímiliga væl at sigla, men so brádliga kom ein stórur sjógvur upp við stýriborðssíðu og breyt inn yvir skipið. Tað sigur skiparin, Hanus Christiansen.

- Sjógvurin breyt hurðina inn í stýriborð á bátadekkinum, og sjógvur fossaði inn í kømrini á tí dekkinum og niður í messuna og í kømrini niðriundir. Sjógvur kom eisini niður í maskinrúmið gjøgnum kanalirnar hjá maskinrúmsblásarunum, so støðan var hættislig, og tað var ein ógvuslig uppliving, sigur hann.

- Vit fingu streymslit, tí yvigangur kom í elskipanina av sjónum, men høvuðsmotorurin gekk. So har var einki annað at gera enn at senda út neyðarkall, sigur Hanus.

- Trolarin Brestir var skjótt hjá okkum og tyrlan hjá Atlantic kom nakað seinni. Tá var vindurin minkaður, og tamarhald var á støðuni, so vit fóru ikki av skipinum. Brimil kom seinni og fylgdi okkum á Fuglafjørð, sigur hann.

[object Object](Mynd: Andrias Mouritsen)

- Veðrið var sera ringt, og einasta turra uppihaldarúmið, var brúgvin. Har hildu vit til í yvirlivilsisdraktum í eitt samdøgur og stýrdu við hond. Tað var hvørki ljós ella hiti umborð, tí hóast vit fingu ljósmotorarnar í gongd aftur, var so nógvur yvigangur í elskipanini, at vit fingu ikki koblað teir til elskipaninna, sigur Hanus.

- Lastin, sum var 870 tons av frystum slógvi, er farin við øðrum skipi til Danmarkar. Klevstrand liggur nú Fuglafirði og verður kannað og sett í stand, og fer avstað aftur so skjótt, klárt er at sigla, sigur hann.

- Familjan hjá mær varð ógvuliga illa við av at hoyra í fjølmiðlunum, at Klevstrand hevði sent út neyðarkall. Tey vistu av ongum, tí vit fingu ikki boðað frá vegna streymslit, sigur Hanus Christiansen.

Sjómanstrúboðarin hevur vitjað umborð. Sunnudagin var hann saman við hinum av manningini til gudstænastu í Mariukirkjuni í Havn. Teir ynsktu at sleppa til gudstænastu har, og at takka fyri, at teir komu aftur í øllum góðum. Aftaná vísti trúboðarin teimum kend støð í høvuðsstaðnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2022

21 Leygardagur 19. mars 2022

Framhaldandi tørvur á fleiri bústøðum

Í tíðarskeiðinum 2014-2021 er fólkatalið í Føroyum økt við góðum 5.540 persónum. Er talið av persónum í hvørjum húski 2,85 í miðal í Føroyum, svarar tað til ein tørv á umleið 1.940 nýggjum býlum. Í sama tíðarskeiði eru umleið 1.440 nýggjar bústaðareindir bygdar, og tí vanta framvegis bústaðareindir

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hóast hesi tøl ikki svara neyvt til tørvin, benda tey á ein eftirspurning, sum er væl størri enn útboðið.

Prísgongdin á býlum vísur eisini hesa gongd. Síðani 2016 eru sethúsaprísirnir á nærum hvørjum ári vaksnir skjótari enn tøka inntøkan hjá húsarhaldunum. Treka útboðið av bústøðum, saman við stóra fólkavøkstrinum, er við til at trýsta sethúsaprísirnar upp, so tað gerst trupult hjá ungum familjum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin.

Hetta merkir, at peningalig ogn verður flutt frá ungum familjum, sum skulu seta búgv fyri fyrstu ferð til tey, ið frammanundan eru fíggjarliga væl fyri og hava stórt frívirði í sethúsunum.

[object Object]

Mangul á bústøðum er ein týðandi fløskuhálsur, sum kann forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri komandi árini. Búskaparráðið hevur framvegis ta fatan, at skilagott er, um kommunur við stórum fólkavøkstri framskunda útstykkingar av grundstykkjum, serliga útstykkingar av grundstykkum til bygging av íbúðum.

Tað munar skjótari um bráðfeingistørvin at fáa fleiri býli við at byggja íbúðir heldur enn at byggja sethús. Eftirspurningur er ikki bert eftir smáum íbúðum, men eisini størri íbúðum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2022

22
Leygardagur 19. mars 2022

Laksalús er ein vaksandi avbjóðing í alivinnuni

Búskaparráðið mælir myndugleikunum til at hava eitt vakið eyga við gongdini

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ein av størstu váðunum í alivinnuni í dag er lúsin. Hagtøl vísa, at fellið er vaksandi og ein sannlík orsøk er lúsin. Búskaparráðið mælir til, at myndugleikarnir hava eitt vakið eyga við gongdini, so hóskandi átøk verða gjørd, har tað er neyðugt.

Alivinnan er vorðin ein týðandi partur av føroyska búskapinum. Alivinnan telur fyri nærum helvtina av fiskavøruútflutninginum, og umráðandi er at framleiðslan í alivinnuni er burðardygg. Ein búskaparliga burðardygg framleiðsla í alivinnuni merkir millum annað, at ansað verður eftir, at tað ikki verða givin ov góð gróðrarlíkindi fyri laksalús, ið er ein av størstu váðunum í alivinnuni í dag.

Hóast talið av lúsum á alilaksi í miðal fyri øll alibrúkini er lækkað síðani 2019, er talið av brotum á kunngerðini samstundis økt, sí mynd niðanfyri. Hagtølini vísa eisini, at fellið er vaksandi og at tað í alsamt størri mun er stórur, og tí meira mótstøðuførur laksur, sum doyr, og ein sannlík orsøk til hetta er lúsin.

[object Object]

Búskaparráðið mælir tí til, at myndugleikarnir hava eitt vakið eyga við gongdini, so hóskandi átøk verða gjørd, har tað er neyðugt. Endamálið er, at váðin ikki gerst ov stórur soleiðis at alivinnan, og harvið búskapurin, ikki brádliga fáa eitt álvarsligt bakkast.

Tíðindaskriv frá Landsbankanum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2022

23 Leygardagur 19. mars 2022

PE byggir nýggjan handil í Norðragøtu

Gomlu neystini á Oyruni eru tikin niður, og í næstum verður nýggjur matvøruhandil bygdur á staðnum

(Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er ein undarlig sjón at koyra fram við Oyruni í Norðragøtu nú. Gomlu neystini á Oyruni, sum ikki eru nógv brúkt seinastu árini, eru tikin niður.

Hetta skrivar Eysturkommuna á hemasíðuni.

PE í Norðragøtu hevur keypt gomlu neystini og fer at byggja nýggjan handil á stykkinum.

Á heimasíðuni hjá kommuni síggjast eisini myndir av nýggja handlinum, sum má sigast at vera ein verulig uppstigan.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2022

24 Leygardagur 19. mars 2022

Heildarætlan um rúsevnismisnýtslu handað løgmanni

Heildarætlanin inniheldur 58 tilmæli innan fimm átaksøki: Fyribyrging, viðgerð, eftirlit, revsifulnaður og vitanargrundarlag

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Góður trivnaður er besta amboðið móti rúsevnismisnýtslu.

Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í heildarætlanini, sum er almannakunngjørd fríggjadagin. Rúsevnismisnýtsla er tíverri ein vaksandi trupulleiki í Føroyum. Hetta var orsøkin til, at løgmaður setti í gongd arbeiðið við eini heildarætlan, sum skuldi geva tilmæli um at basa rúsevnisavbjóðingini millum føroyska ungdómin.

Heildarætlanin er nú liðug og varð handað løgmanni í Norðurlandahúsinum. Hon inniheldur 58 tilmæli innan fimm átaksøki: fyribyrging, viðgerð, eftirlit, revsifulnaður og vitanargrundarlag.

– Í Føroyum kunnu vit als ikki liva við, at ung detta niðurímillum. Vit síggja tíverri, at hetta hendir. Nú hava vit fingið nøkur greið tilmæli og góð amboð. Tað fegnist eg um, tí vit mugu gera nakað við trupulleikan beinanvegin. Vit hava ikki ráð at bíða, segði Bárður á Steig Nielsen løgmaður eftir framløguna í Norðurlandahúsinum.

Tilmælini eru í høvuðsheitum úrslit av tilfari, sum arbeiðsbólkurin hevur savnað inn frá áleið 75 ymiskum hoyringarpørtum. Ymiskt er, hvat hoyringarpartarnir hava ført fram, men allir hava lagt stóran dent á trivnað og sunnar felagsskapir, sum fyribyrgjandi móti rúsevnismisnýtslu. Ein greið niðurstøða er, at eitt barn, ið trívist og er partur av einum sunnum felagsskapi, er í nógv minni vanda fyri at misnýta rúsevni.

Tí er alneyðugt at hava amboð og arbeiðshættir, sum gera okkum betur før fyri tíðliga at varnast mistrivnað. Skal hetta eydnast er tað avgerandi, at allir fakbólkar skilja hvønn annan og kunnu samskifta tvørtur um fakmørk. Sera nógvir av hoyringarpørtunum bóru tí fram ynski um meiri og betri samstarv tvørtur um geirar og fakøki. Ein holistisk tilgongd (heildartilgongd) kann sostatt gera, at færri detta millum skipanir, og kann gera, at trupulleikarnir ikki vaksa upp aftur meir.

Arbeiðsbólkurin mælir í tilmælum sínum til at hugsa fyribyrging breitt og í øllum liðum, og at seta inn tíðliga. Yvirskipaða endamálið er, at Føroyar skulu vera besta og tryggasta staðið at vaksa upp og vera ungur í.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2022

25 Leygardagur 19. mars 2022

Loftbrúgvin aftur longd í trý ár

– Loftbrúgvin er við til at vekja ans og áhuga fyri Føroyum og føroyskum listafólkum úti í heimi, og hon skapar eitt ótrúliga stórt virði fyri okkum øll, siga tey í Tórshavnar kommunu, Atlantic Airways, Norðurlandahúsinum og Uttanríkis- og mentamálaráðnum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Norðurlandahúsið, Atlantic Airways, Tórshavnar Kommuna og Uttanríkis- og mentamálaráðið hava skrivað undir nýggjan trý ára sáttmála fyri Loftbrúnna.

Loftbrúgvin hevur til endamáls at breiða út kunnleika um føroyska list í útlondum við at stuðla føroyskum listafólkum við loftvegis flutningi úr Føroyum í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri landoddarnar.

– Loftbrúgvin er við til at vekja ans og áhuga fyri Føroyum og føroyskum listafólkum úti í heimi, og hon skapar eitt ótrúliga stórt virði fyri okkum øll. Eisini er Loftbrúgvin við til at stuðla uppundir listaliga umhvørvið í Føroyum, tí Loftbrúgvin er við til at gera tað gjørligt hjá listafólki at búgva og virka her heima. Vit ivaðust tí ongantíð í at leingja samstarvið, og vit eru errin av og fegnast um, at vit kunnu stuðla tí stóra arbeiðnum, sum føroysk listafólk standa fyri, siga samstarvspartarnir í tíðindaskrivi, í sambandi við, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður.

– Korona hevur havt við sær, at seinastu tvey árini hava verið sera avmarkandi fyri okkara listafólk, og tí hevur Loftbrúgvin kanska ongantíð havt so stóran týdning sum júst nú, so Loftbrúgvin frameftir eisini kann vera við til at varpa ljós á okkara gávaðu listafólk og ríka listarliga umhvørvi, leggja partarnir afturat.

Samstarvið millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Tórshavnar Kommunu og Uttanríkis- og mentamálaráðið byrjaði í 2015.

Tað vóru Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, sum skrivaðu undir nýggja trý ára sáttmálan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2022

26 Leygardagur 19. mars 2022

Ferðslutrygd: Tendra ljósini!

Sløktar baklyktir, brostnar perur og skeivt stillaðar billyktir. Hetta er veruliga nakað, sum kann ørkymla í ferðsluni og hava við sær vandamiklar støður. Í átaki komandi vikurnar varpa Ráðið fyri Ferðslutrygd og Akstovan ljós á júst hetta

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Við útvarpslýsingum vísa vit á avbjóðingina, sum vit møta í ferðsluni, tá bilar til dømis koyra við sløktum baklyktum. Vit hava helst øll upplivað at koyra aftanfyri ein bil – kanska inni í einum tunli, ella í mjørka – við sløktum baklyktum. Vit gerast kløkk og hava kanska lyndi til at øsa okkum. Men hví hava vit so trupult við at tendra ljósini? Og nær kannaði tú seinast um allar perurnar lýsa á tínum bili?  

Ongantíð aftur sløktar baklyktir
Kanna at ljósini eru stillaði á nærljós, tá tú startar bilin. Tá lýsa ljósini framman, bakljósini og nummarplátuljósið aftan. Nærljósini skulu vera tendrað, tá sýnið er ringt, eitt nú tá tað kavar, regnar ella í mjørka. Tá tú koyrir í einum tunli, skulu ljósini framman og aftan altíð vera tendrað. 

Eru lyktirnar stillaðar á ’auto’, tendra bakljósini ikki altíð. So tendra nærljósini, um tú vilt tryggja tær, at bakljósini altíð eru tendrað. Eisini í mjørka ella upplýstum tunli. 

Kenn tínar lyktir
Sum bilførari er tað tín ábyrgd at hava eftirlit við, at lyktirnar eru rætt stillaðar og at tær lýsa, tá tær skulu. 

Onkrar av lyktunum á bilinum verða sjáldan brúktar. Kanska ivast tú í hvat tey ymisku teknini merkja? Hvussu virka tokulyktirnar til dømis? Hvar tendrar og sløkkir tú tær? Og ert tú vís/ur í, at ongar perur eru brostnar? 

Eini góð ráð eru at seta bilin framman fyri einum vindeyga, har tú kanst royna allar lyktirnar. Ella tú brúkar eitt av ’lyktaskeltunum’ sum eru á nógvum av bensinstøðunum kring landið. Soleiðis sært tú, um perur eru, sum ikki lýsa. Tú kanst eisini ganga rundan um bilin og kanna, um allar lyktir lýsa, sum tær skulu.

Brúka 5 minuttir at fáa skil á hesum meðan bilurin er parkeraður. Best er at gera hetta í myrkri. Parkera framman fyri ’lyktaskeltinum’, so tú sært lyktirnar framman speglast í rútinum. Tendra og sløkk ymsu lyktirnar og blinkjósini á bilinum. So sært tú, nær tær ymisku lyktirnar tendra og sløkna og hvussu tað sær út. Vend bilinum og endurtak royndina við lyktunum aftan. So veist tú hvussu allar lyktir virka, tá tú ein dagin fær tørv á hesum, meðan tú koyrir. Um tú noyðist at læra teg hetta og leita eftir røttu knøttunum meðan tú situr í bilinum í ferðsluni, kann tað verða vandamikið og tú kanst gerast gáloysin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2022

27 Leygardagur 19. mars 2022

Nú síggjast reseptir og heilivágur á Vanganum

Apoteksverkið er ellvinti tænastuveitarin, ið gerst partur av Vanganum, og tann fyrsti, ið veitir heilsudátur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú ber til at fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir tínar reseptir og heilivág frá Apoteksverkinum á Vanganum. Tú kanst rita inn á Vangan, fara á síðuna hjá Apoteksverkinum og síggja heilivágin hjá tær og tínum børnum, sum er útflýggjaður seinastu tvey árini.

Tey, ið fáa tilskot frá Heilsutrygd, kunnu síggja hvat tey rinda av heilivágnum, og hvat tilskotið er. Eisini kunnu tey, sum brúka tænastuna Skamtan, síggja eitt yvirlit yvir tann heilivág, ið verður verður pakkaður.

Apoteksverkið avgreiðir á leið 800.000 ordinatiónir av heilivági um árið, og nærum allir føroyingar eru onkuntíð á síni lívsleið kundar hjá Apoteksverkinum. Talgilda apotekið verður eitt ískoyti til tey fimm apotekini kring landið.

Posta koyrir eisini heilivág út fyri Apoteksverkið, og hesum pakkum kanst tú eisini fylgja á Vanganum.

Apoteksverkið arbeiðir støðugt við at veita góða kundatænastu. Hvørja viku ringja á leið 1.100 fólk til Apoteksverkið, og nógvir fyrispurningar eru um reseptin er komin á apotekið, og hvat kostnaðurin er. Nú kunnu viðskiftafólk fara inn á Vangan alt samdøgrið og fáa upplýsingar um sín heilivág. Tey sleppa sostatt undan at vitja apotekið ella ringja inn fyri at fáa upplýsingar um reseptir, hvussu nógv er útflýggjað og kostnað. Tú hevur upplýsingarnar við hondina alla tíð.

Apoteksverkið er 11. tænastuveitari, ið er partur av Vanganum, og tann fyrsti, ið veitir heilsudátur. Í Talgildu Føroyum eru vit sera fegin um samstarvið. Hetta er fyrsta stigið á leiðini at geva føroyingum talgildar heilsutænastur. Næsta stig verður at veita nakrar góðar sjálvgreiðslur. Trygdin á Vanganum er í hásæti, og tøknin ger, at tað einans ert tú, ið fært atgongd til tínar persónligu upplýsingar.

Tíðindaskriv frá Talgildu Føroyum 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2022

28 Leygardagur 19. mars 2022

Nýggj heildarætlan fyri Eystara Havnaøki samtykt

Talan er um eina langtíðarætlan, har ymisk menningarátøk í økinum stigvíst kunnu setast í verk til tess at nýskipa Eystaru Bryggju sum ein innbjóðandi og livandi part av miðbýnum. Hon verður samantvinnað við fimm ymiskum virkisfunktiónum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Komandi árini verða fortreytirnar fyri virkseminum á Eystara Havnaøki somikið broyttar, at neyðugt er við eini heildarætlan fyri, hvussu økið skal nýskipast, so tað kann gagnnýtast á ein skynsaman og framtíðartryggjaðan hátt.

Nýggja heildarætlanin fyri Eystara havnaøki er tískil ein yvirskipað og langtskygd ætlan fyri, hvussu ymisk menningarátøk í økinum stigvíst kunnu setast í verk til tess at nýskipa søguligu Eystaru Bryggju sum ein innbjóðandi og livandi part av miðbýnum.

Heildarætlanin verður samantvinnað við fimm ymiskum virkisfunktiónum, ið eru: Mentan og trivnaður, Smáhandla-, matstovu- og kafévirksemi, Uppliving og ferðavinnutilboð, Samferðslusamband og kunning og Býareyðkenni (Tinganes & Skansin)

Hesar virkisfunktiónir verða allar mentar og knýttar hvør at aðrari í og við, at tær umskarast á einum nýggjum bryggjutorgi yvirav Tinganesi, sum sostatt verður ein miðdepil í økinum fyri mentan, trivnað, samferðslu, smáhandilsvinnu, upplivingum og smábátavirksemi.

Bryggjutorgið verður karmur um serligar merkisdagar, høgtíðir og hátíðarhald, sum til dømis ólavsøku, har nógv fólk kann savnast á einum sólargóðum staði. Her verða betri umstøður at leggja at við sluppum, skúlaskipi og drotningaskipinum, umframt at her ber til seta sølubásar, uppdrignar kappróðrarbátar og skipa fyri tónleikatiltøkum og útisjónleiki, har ein skoytibreyt eisini kann riggast til.

Tá Smyril-line eftir ætlan flytir sítt virksemi longur út á ídnaðarmolan, og Smyril verður tikin úr sigling sum liður í ætlanini um suðuroyartunnil, verður ikki neyðugt við eini farstøð, ið stendur júst har hon stendur á bryggjukantinum. Ein nýggj tíðarhóskandi ferðamiðstøð kann tá staðsetast betri í nærumhvørvinum við bussbásum, har ferðslan kann skipast inn og út av økium á ein smidligari hátt.

Økið varðveitir sostatt sín leiklut sum samferðslu-knarvapunktið í einum landsumfevnandi busskervi og við nólsoyarferju, men hesin parturin verður gjørdur meira fólksligur, grønur og miðbýarkendur. At varðveita almenna samfersludepilin í heildarætlanini hevur stóran týdning fyri økið, tí hann tryggjar ein støðugan streym av fólkaferðslu í økinum og ein framhaldandi relevans fyri virksemið í nærumhvørvinum.

Sum eitt nýtt eyðmerki fyri økið, verður eitt tjóðleikhús staðsett, har verandi farstøð liggur í løtuni. Hetta er sjálvsagt treytað av, at Smyril verður tikin úr sigling, tá koyrandi verður til Suðuroyar. Mentamálaráðið hevur biðið Landsverk um at skipa fyri eini arkitektakapping um at nágreina, hvussu hesin bygningurin kann kann taka seg út í økinum, og hendan kappingin verður útskrivað í næstum við støði í teimum fortreytum, sum fyriliggja í nýggju heildarætlanini fyri Eystara Havnaøki.

Lítil og ongin farleið sæst eftir smáu húsunum og neystabyggingini, sum var at síggja í økinum, sum fyrr varð nevnt Yviri í Trøð og á Kák inni við Kongabrúnna, og sum setti sín serliga dám á økið, áðrenn tað var burtursprongt og umlagt til havnaídnaðarligt virksemi.

Við heildaraætlanini verður høvi at nýtulka sumt av hesum umhvørvinum sum ein nýggjan smábýling við búðum og uppihaldstúnum til ymiskt smávinnuligt virksemi. Hesin smábýlingurin kann skipast sum eitt náttúrligt framhald av siðbundnu sethúsabyggingini í Kilarakanalini í einum líkum býarrúms- og byggiskala.

Býareyðkenni, sum Tinganes og Skansin, ið kennast lutfalsliga avskorin og fjar í býarmyndini, verða í heildarætlanini tættari knýtt upp í býin og fáa ein nýggjan býarskipanarligan týdning í einum miðsavnandi mentanar- og trivnaðarumhvørvi við Eystaru Vág.

Tú kanst lesa meira um heildarætlanina og fylgja við í verkætlanargongdini á temasíðu okkara um heildarætlanina. Síðan verður dagførd, so hvørt sum nýggj verkætlanarstig verða tikin. Til ber eisini til at taka heildarætlanina niður og lesa hana í fullum líki her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2022

29 Leygardagur 19. mars 2022

Umvæla Føroyar í mai

Closed for Maintenance, Open for Voluntourism verður 4. til 6. mai – 100 sjálvbodnir útlendingar koma til Føroya at arbeiða, og 40 sjálvbodnir føroyingar sleppa at hjálpa teimum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í døgunum 4. til 6. mai vera føroyskt og útlendsk sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið. Átakið var fyrstu ferð í 2019, og síðani tvær ferðir í 2021.

40 sjálvbodnir føroyingar fáa høvi at vera partur av teimum 11 arbeiðstoymunum. Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Freistin at tekna seg er 1. apríl.

Visit Faroe Islands heitti fyrr í ár á kommunur og kunningarstovur um at senda inn uppskot til verkætlanir, sum tey ynsktu at fáa við í átakið. Nógv uppskot komu inn, og heili 11 økir vera við í átakinum í ár, frá Haraldssundi og suður til Vágs. 

Arbeiðsuppgávurnar vera í høvuðsheitum at gera gøtur, laða varðar og seta vegvísarar upp, so tað verður tryggari og lættari hjá bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiðinum ið varð framt í fjør.

Ongi krøv eru sett um serligar førleikar. Einasta treyt er, at tey sjálvbodnu tíma at arbeiða hart í tveir dagar. Fleiri enn 4000 útlendingar søktu um at sleppa við í ár, og av teimum eru 100 útvald. Tey sjálvbodnu rinda sjálvi flogferðseðil við Atlantic Airways, sum er við í verkætlanini, og fáa bjóðað gisting og mat afturfyri tveir arbeiðsdagar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2022

30 Leygardagur 19. mars 2022

Verður liðugt áðrenn páskir

Ferð er komin á umvælingina av Klaksvíkar Hermetik

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Umvælingin av Klaksvíkar Hermetik fór í gongd í heyst, og orsakað av eitt nú sera vánaligum veðri í vetur, hevur arbeiðið drigið nakað út, men nú er ferð komin á arbeiðið.

Tað skrivar Klaksvíkar kommuna, sum roknar við, at umvælingin verður liðug áðrenn páskir.

Bygningurin er bygdur í fleiri stigum, har elsti parturin varð bygdur í 1930unum og er á varðveitingarlistanum hjá kommununi.

Arbeiðið at klæða bygningin er komið væl áleiðis, og so skjótt sum veðrið verður betri, verður farið undir at bjálva og leggja tak á. Harumframt eru øll vindeygu og allar hurðar skiftar. Við hesum verður bygningurin settur í uppruna stand og snið, skrivar kommunan.

Kostnaðurin fyri arbeiðið er beint omanfyri tríggjar milliónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2022

31 Leygardagur 19. mars 2022

Ætla nú at útbyggja kapellið

Kapellið í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin er ov lítið

Ætlanin er at byggja út í sama stíli og at gera nakrar ábøtur í sambandi við hita og annað
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í løtuni verður kirkjugarðinum við Velbastaðvegin útbygdur. Fyrst í hesum mánaðinum varð nýggjasti parturin vígdur, og útbyggingin heldur fram.

Tað snýr seg tó ikki bert um fleiri tøk gravpláss. Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at kapellið í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin er ov lítið. Ætlanin er tí at byggja út í sama stíli og gera nakrar ábøtur í sambandi við hita og annað.

- Samstundis er farið undir at leggja til rættis eina skipan av kirkjugarðinum, eitt nú planting, sum skapar hugna og lívd, skrivar torshavn.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2022

32 Leygardagur 19. mars 2022

Nýggj parkour breyt letur upp á Bacalao

Í hesum sambandi verður hugnakvøld í kvøld. Gamla flakavirkið er nú karmur fyri ymiskum øðrvísi ítrótti

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í samband við at nýggj parkour breyt letur upp í høvuðstaðnum, skipar Skatefelagið fyri hugnakvøldi á Vestaru bryggju, í Bacalao í kvøld klokkan 19.

- Gamla flakavirkið í Havn er í hesum døgum eitt hotspot fyri alternativum ítrótti. Ítróttir sum klintring, skateboarding, rulluskoyting, bmx súkling, og nú eisini parkour.

Tey seinastu árini hevur hesin ítrótturin verið í støðugum vøkstri, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Boðað verður samstundis frá, at tvær hallir eru gjørdar til endamálið - ein skatehøll og ein klintrihøll - og at parkour breytin so er tað nýggjasta ískoytið til hetta.

Á hugnakvøldinum í Bacalao fáa øll, bæði ung og gomul, høvi at royna seg, ella bara hanga út og práta.

- Tónleikur og disko ljós verða á skránni. Umframt at høllirnar vera opnar, fer Ís.fo eisini at hava opið.

Skatefelagið hevur bygt skatehøllina og parkour breytina, meðan Klintrifelagið hevur bygt klintrihøllina. Tær verða riknar av sjálvbodnum. Tórshavnar Kommuna er stuðul til báðar verkætlaninar.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2022

33 Leygardagur 19. mars 2022

Føroyingar í Danmark fyri órætti í sambandi við Arne-pensjón

Føroyingar í Danmark, sum hava arbeitt ein part av lívinum í Føroyum, eru ofta fyri órætti, tá teir søkja um fyritíðarpensjón sambært nýggju donsku skipanini. Tað kemur nevniliga ofta fyri, at teirra arbeiðsmarknaðarluttøka í Føroyum ikki er skrásett nakrastaðni, og tí ikki telur við í uppgerðini. Sjúrður Skaale spyr eftir einari undantaksskipan

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eftir seinasta fólkatingsval kom ein nýggj skipan fyri fyritíðarpensjón í Danmark, tann sokallaða Arne-pensjónin. Arne-pensjónin gevur fólki, sum hava arbeitt leingi innan slítandi øki, møguleikan at fara fyrr á pensjón við høgum útgjaldi.

Men fleiri føroyingar í Danmark, sum ein part av lívinum hava verið virknir á føroyska arbeiðsmarknaðinum, venda sær til Sjúrð Skaale, tí teir ikki fáa lut í nýggju skipanini.

- Tey venda sær til mín, tí tey gjarna vilja sleppa fyrr av arbeiðsmarknaðinum, sum tey sambært nýggju lógini hava rætt til. Trupulleikin er, at í fleiri førum manglar dokumentatión úr Føroyum fyri teirra arbeiðslív, og tískil telja árini úr Føroyum ikki við. Summi halda seg tí eisini aftur frá at søkja, sigur Sjúrður Skaale.

Tað er Udbetaling Danmark, sum viðger umsóknir til Arne-pensjón. Er umsøkjarin 61 ár ella eldri og hevur verið meira enn 42 ár á arbeiðsmarknaðinum, hevur viðkomandi rætt til 1-3 ár á fyritíðarpensjón við høgum útgjaldi. Metingin verður gjørd við støði í skjalfestari arbeiðsmarknaðarluttøku, og tí er óvist, um ráðharrin við arbeiðsmarknaðarmálum fær gjørt nakað við hetta. Tað vónar Sjúrður Skaale kortini:

- Her er talan um fólk, sum hava eitt drúgt og stríggið arbeiðslív aftan fyri seg. Sjúkrasystrar, arbeiðsmenn og hjálparfólk. Eg vóni tí, at ministarin tekur málið upp, og eg havi eisini spurt, um tað finnast nøkur undantøk fyri danskar arbeiðsbólkar, sum ikki kunnu skjalfesta alt sítt arbeiðsskeið. Um tað vísir seg at vera soleiðis, so átti at verið møguligt við eini serskipan fyri føroyskar løntakarar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2022

34 Leygardagur 19. mars 2022

Súsanna Poulsen verður nýggjur stjóri í FK

Hon tekur við 1. juni eftir Finn Nielsen, sum hevur røkt starvið sum stjóri í Føroya Keypssamtøku seinastu 40 árini

Súsanna Poulsen (Mynd: fk.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í januar varð boðað frá, at Finn Nielsen, sum í góð 40 ár hevði røkt starvið sum stjóri í Føroya Kepssamtøku, hevði biðið um at verða loystur úr starvi, og tí hevur verið leitið eftir nýggjum stjóra.

Nú er greitt, at Súsanna Poulsen fer at yvirtaka stjórastarvið 1. juni. Tað boðar Jákup Danielsen, formaður í Føroya Keypssamtøku frá á heimasíðuni.

Súsanna Poulsen er 47 ára gomul og ættað úr Havn. Hon hevur drúgvar royndir innan detailhandil og kemur frá einum starvi sum rakstrarstjóri í Pisiffik í Grønlandi, har hon hevur havt dagligu leiðsluna av 54 handlum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2022

35 Leygardagur 19. mars 2022

Søkja eftir leiðara til nýggjan háskúla

Heimamissiónin byrjar háskúla við 24 næmingum eftir summarfrítíðina

Háskúlin verður í leguhúsinum í Nesvík (Mynd: Trúboðin)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ætlanirnar hjá heimamissiónini at byrja ein háskúla í Nesvík eru nú komnar so mikið langt, at tað nú verður søkt eftir leiðara fyri skúlanum.

Ætlanin er, at 24 næmingar skulu byrja í nýggja Háskúlanum í Nesvík í summar. Skúlaleiðarin skal eftir ætlan setast at byrja 4. apríl, stendur millum annað í setanarlýsingini.

Komandi háskúlin fer at halda til í Leguhúsinum hjá Heimamissiónini í Nesvík, og er ætlaður ungum 17 ár og eldri.

Tað verður stýrið fyri háskúlan, sum skal seta komandi skúlaleiðaran. Stýrið varð sett í farna mánaði, og har sita Bergur Debes Joensen, formaður, Jákup Petersen, næstformaður, Eyðhild S. Dam Hansen, kassameistari, Sverri Steinhólm, Ásbjørn Jacobsen, Jóhannus Mikkelsen, Andrias Magnussen, Mariann D. Poulsen og Nansi Johannesen. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2022

36 Leygardagur 19. mars 2022

Ársins álitisfólk og ársins sjúkrarøktarfrøðingur

Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevði aðalfund leygardagin

Jóhanna Hansen (t.v.) og Mildrid Rasmusdóttir
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um vikuskiftið hevði aðalfund, varð eisini avdúkað hvørji vórðu vald til ávikavist ársins sjúkrarøktarfrøðing og ársins álitisfólk 2022.

Mildrid Rasmusdóttir, sum starvast á skurðambulatiriunum Landssjúkrahúsinum, varð kosin ársins sjúkrarøktarfrøðingur.

Um Mildrid verður sagt, at hon hevur:

  • Ment sjúkrarøktarfrøðina á skaðaambulatoriunum til gagn fyri sjúklingar og starvsfólk
  • Víst góð samstarvsevnir við at skipa tvørfakligt samstarv á skaðaambulatoriunum

Er faklig inspiratión fyri sínar starvsfelagar við at hon:

  • altíð heldur sína fakligu vitan dagførda
  • altíð er klár at miðla hesa vitan til starvsfelagar og lesandi
  • altíð torir at verja sjúkrarøktina
  • altíð tryggjar sjúklinginum skjóta og góða hjálp

Er persónlig inspiratión við sínum:

  • hegni og kreativiteti
  • róliga, jaliga, álitisvekjandi, hjálpsama og semjusøkjandi lyndi
  • evnum at styrkja og gagnnýta bestu eginleikar hjá sínum samstarvsfeløgum

Tekur ábyrgd langt út um tað, ið krevst
Jóhanna Hansen, sum er álitisfólk hjá heimatænastuni á Sandi, varð kosin ársins álitisfólk 2022. Um Jóhonnu Hansen verður sagt:

Jóhanna hevur verið virkin sum álitisfólk gjøgnum nógv ár og hevur við sínum royndum mangan deilt út av sínari vitan til gagn fyri bæði felagið og hini álitisfólkini.

Jóhanna kennir sáttmálan út og inn, og tað ber altíð til at heita á hana um ivamál stinga seg upp.

Mangan hevur hon staðið í truplum støðum í sínum arbeiði, og altíð hevur hon tikið ábyrgd langt út um tað, ið starvið krevur.

Jóhanna hevur átikið sær truplar uppgávur sum álitisfólk og loyst tær til gagn fyri limir og felag. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2022

37 Leygardagur 19. mars 2022

Birita er nýggj næstforkvinna í Starvsfelagnum

Nevndin í Starvsmannafelagnum hevur havt fyrsta fund eftir aðalfundun, sum var fyrr í hesum mánaðinum

Á aftaru røð: Hergeir Staksberg, Hildigerð Djurhuus, Borgný Mohr. Á fremstu røð: Súni Selfoss og Birita F. Kjærbæk (Mynd: Starvsfelagið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á nevndarfundi í vikuni, sum var tann fyrsti eftir aðalfundin 5. mars, skipaði nevndin í Starvsfelagnum seg við Biritu F. Kjærbæk sum næstforkvinnu.

Hini í nevndini eru: Súni Selfoss, formaður, Borgný Mohr, nevndarlimur, Hildigerð Djurhuus, nevndarlimur og Hergeir Staksberg, nevndarlimur.

Á aðalfundinum herfyri vóru Hildigerð Djurhuus og Hergeir Staksberg vald inn, og eru nýggj í nevndini.

Nevndarlimir í Starvsfelagnum verða valdir fyri trý ár í senn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2022

38 Leygardagur 19. mars 2022

John William Joensen heldur fram sum formaður í Parkinsonfelagnum

Hann varð, eins og hinir nevndarlimirnir ið stóðu fyri afturvali á aðalfundinum, afturvaldur. Nevndin skipaði seg mánakvøldið. Staðfest varð, at hóast korona er tað eydnast at virka fyri felags málum – limum og felagnum at frama

John William Joensen, formaður, á aðalfundinum, har hann varð afturvaldur. Nevndin skipaði seg mánakvøldið (Mynd: parkinson.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Leygardagin 5. mars 2022 var aðalfundur hjá Parkinsonfelagnum í Megd húsinum á Íslandsvegnum í Havn.

Í skrivi um aðalfundin boðar felagið frá, at øll, ið stillaði uppaftur til nevndarval, vórðu afturvald. Talan var um formannin John William Joensen, tveir aðrir nevndarlimir, Joy Ann Simonsen og Anna Katrina Beder, og tiltakslimirnir Eyðbritt Eysturstein og Anna Berg Danielsen.

Á nevndarfundi mánakvøldið 14. Mars skipaði nevndin seg, og greitt er millum annað at klaksvíkingurin John William Joensen heldur fram sum formaður: 

John William Joensen, formaður
Anna Katrina Beder, næstforkvinna
Joy Ann Simonsen, kassameistari
Elisabeth Magnadóttir Simonsen, skrivari
Birita Juliansdóttir Hansen, nevndarlimir
Eyðbritt Eysturstein og Anna Berg Danielsen, tiltakslimir.

Á heimasíðuni hjá Parkinsonfelagnum stendur millum annað um aðalfundin, at fullsett var í hølunum hjá MEGD.

- Í ár hevði felagið boðið báðum sjúkrarøktarfrøðingunum, sum dagliga starvast á neurologisk ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, at greiða frá arbeiðinum og dagliga samskiftinum við fólk, sum hava parkinson. Undir orðaskiftinum kom fram, at ávís frustratión var við samskifti millum fólk við parkinson og neurologisk ambulatorium. Limirnir fíltust á at tey fingu ikki svar uppá spurningar og í øðrum førum gekk alt ov long tíð at koma í samband við serlæknarnar.

Eingin grøðing er fyri parkinson og alneyðugt er at viðgerðin sum fólk fáa allatíðina verður tillaga støðuni hjá einstaka fólkinum. Tað eru einans 146 fólk við Parkinson í Føroyum og tí koma serlæknar í parkinson regluliga úr útlandinum til Føroyar; ávísar avbjóðingar eru tó við við hesum, millum annað samskiftið, tá serlæknin ikki er á Landssjúkrahúsinum, skrivar parkinson.fo.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2022

39 Leygardagur 19. mars 2022

Niels Uni Dam nýggjur formaður í Samskifti

Í farnu viku hevði Samskifti aðalfund í Vinnuhúsinum. Forkvinnan seinastu árini, Lena L. Mohr, er farin í aðra vinnu, og stillaði tískil ikki uppaftur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nevndin í Samskifti verður vald fyri eitt ár í senn. Hinir nevndarlimirnir, Niels Uni Dam, Michael Koba og Allan Dalsgarð, tóku allir við afturvali. Eisini stillaði Tór Verland Johansen upp til nevndina. Einki annað valevni var og tískil blivu allir valdir og nevndin er nú fullmannað.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg. Niels Uni Dam, sum í fjør var næstformaður, er nú formaður í Samskifti. Næstformaður er Allan Dalsgarð.

Endamálið við Samskifti er at savna føroysku lýsingarfyritøkurnar og taka sær av teirra yrkisligu, felagsligu og fíggjarligu áhugamálum. Flestu føroysku lýsingarfyritøkur eru limir í Samskifti.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2022

40 Leygardagur 19. mars 2022

Brúðurin Tina og smílandi Kári eru við enn

Stórt drama var í X-Factor í gjárkvøldið, tá dómarin Kwamie Liv skuldi velja millum tvey av sínum egnu. Men hon valdi Tinu, so enn eru báðir føroyingarnir við í kappingini

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eftir óvanliga langa umhugsunartíð gjørdist tað í gjárkvøldið greitt, at Tina Mellegaard framvegis er við í X-Factor kappingini á danska TV2.

Tina kom í vanda í gjárkvøldið, tá tað heilt óvæntað varð hin føroyingurin, Kári Fossdalsá, ið sum tann síðsti varð róptur millum tey, ið sluppu beinleiðis víðari til næsta umfar.

Harvið skuldi Tina kappast móti hinum sangarunum, sum eru undir veingjabreiðinum hjá Kwamie Liv, Oliver Antonio. Og harvið fekk Kwamie Liv eisini ta óbehagiligu uppgávuna at velja ímillum sínar egnu sangarar. Hvør skuldi sleppa at halda fram og hvør skuldi út.

Hon valdi Tinu at halda fram, til gleði fyri nógvar føroyingar.

Brúðurin og hin smílandi

Tina og Kári vóru tey síðstu á pallinum í gjárkvøldið.

Hesa ferð var Tina ikki í buksudrakt, sum hon hevur verið hini kvøldini.

Nei, nú var hon útgjørd til tað heilt stóra. Til at syngja stilla sangin “Same Girl” hevði Tina lagt skógvarnar eftir í skiftingarrúminum, og traðkaði út á pallin berføtt í glitrandi silvurlittum kjóla, silvursmurd um eyguni og so við glitrandi sløri fyri andlitið, stjørnuprýddum diadem og langum sløri.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Og so stóð hon heilt still og sang vakra sangin gjøgnum slitrandi slørið, sum ikki varð tikið frá andlitinum fyrr enn sangurin var av.

- Tú kanst nakað heilt serligt. Tú hvílir í tínari egnu rødd. Hetta var vakurt, tú ert full í frábrigdum, og tað eyðkennir eina góða sangarinnu, segði Blackmann.

Martin Jensen var samdur, men tyktist troyttur av, at Tina bara syngur sjelarar.

- Eg kundi hugsa mær at uppliva teg við einum up-tempo sangi, segði Martin Jensen, sum er DJ og framleiðari.

Mentorin hjá Tinu, Kwamie Liv, var bergtikin.

- At standa so nakin vokalt – hetta er nakað av tí vakrasta eg havi upplivað. Tú ert so professionell. Eg hevði ikki torað at vóna at sleppa at arbeiða við einum sum tær. Hetta var vilt, segði Kwamie Liv.

Smittandi smílið av Toftum
Kári Fossdalsá kom sum tann seinasti luttakarin inn við einum meira uptempo sangi, “Rewind the Stars” úr yndisfilminum hjá Martin Jensen, “The Greatest Showman”.

Sangurin varð góðtikin, hóast Kwamie Liv vísti á, at røddin kanska knekkaði onkrastaðni, har hon ikki skuldi.

Men tað er smílið, sum Kári koyrir tað heim uppá.

- Hetta var ein ógvusligur mótsetningur til tað, sum Tina kom við. Men tú megnar at syngja og smílast samstundis. Tað gjørdi meg heilt glaðan, segði Blackmann.

Kwamie Liv frøddist eisini um tað smittandi smílið av Toftum.

- Tú gjørdi tað gott, Kári, segði hon.

Martin Jensen var sera fegin um framførsluna. Hann gjørdi vart við, at Kári hevur verið sjúkur hesa vikuna. Mikudagin kundi hann als ikki syngja. Í kvøld gjørdi hann tað til UG.

- Og so hava vit eisini gjørt Thomas Blackmann glaðan – tað er stórt, segði mentorurin hjá Kára.

[object Object]

Tað verður ikki ein føroyskur sangur

Tað kom óvæntað á nógv, og ikki minst Kára sjálvan, at hann ikki gjørdist annar av teimum, sum skuldu syngja ein 'save me'-sang í gjárkvøldið.

- Eg hevði ikki ímynda mær, at tað ikki var ein av sangarunum hjá Kwamie Liv, ið varð róptur upp sum tann seinasti. Eg fataði tað ikki. Men fínar greiðir, eg fái ein møguleika afturat, og næstu ferð skulu vit syngja norðurlendskar sangir.

- Eg kann siga so mikið, at sangvalið verður óvæntað, men tað verður ikki ein føroyskur sangur, segði Kári Fossdalsá eftir sendingina í gjárkvøldið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2022

41 Leygardagur 19. mars 2022

Jacob Collier rósti Tinu fyri framførsluna síðsta fríggjadag

Tað verður lagt merki til framførslurnar hjá Tinu Mellemgaard úti í stóru verð

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Hann er mín stóra fyrimynd. Tí var tað feitt, at hann skrivaði til mín eftir mína upptraðkan síðsta fríggjakvøld.

‘Hann’ er enski tónleikarin Jacob Collier. Tað er hann, sum hevur skrivað sangin “All I Need”, sum Tina Mellemgaard sang í X-Factor síðsta fríggjakvøld.

Nú í gjárkvøldið alvdúkaði mentorurin hjá Tinu, at luttøkan hjá Tinu í X-Factor hevur skapt upperksemi langt uttan fyri landamørk, tí ein ávísur Quincy Jones skuldi havt reagerað.

Quincy Jones er ein heimskendur amerikanskur tónleikaframleiðari, sum millum annað hevur arbeitt við Michael Jackson og øðrum heimsstjørnum.

Tað var nú ikki Quincy, sum hevði skrivað til Tinu, men Jacob Collier, hvørs manageri er Quincy Jones.

Tað avdúkaði Tina Mellemgaard í kvøld eftir at hon var bjargað av mentori sínum og fær ein møguleika afturat í ársins X-Factor.

- Hann skrivaði eina viðmerking til mína video.

Hvat skrivaði Jacob Collier?

- Altso hann skrivaði okkurt við ‘Yeeaahh Tina, you killed it!” Tað var nokk so crazy, tí hann er mítt stóra tónleikaidol, segði Tina.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2022

42 Leygardagur 19. mars 2022

Tað ræsta uppstigað til altjóða støði

Matstovan Ræst heima í Havn er latin upp við nýggjari matskrá

(Mynd: Elspa Samuelsen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er altíð hugnaligt og dámligt at stíga inn í hugnaligu húsini Nýggjustovu niðri í Gongini heima í Havn.

Hesi søguligu húsini, har V. U. Hammershaimb í síni tíð skal hava lagt lunnarnar undir føroyska skriftmálið, hava síðan 2016 verið karmur um slóðbrótandi matstovuna Ræst – fyrsta føroyska royndin einans at borðreiða við røstum og visnaðum mati á eini matstovu.

Eitt sereyðkenni fyri hesa matstovuna var rámligi angin av røstum, ið stakk ein í nasarnar, tá trinið varð innar. Ein ráki, ið minnir okkum á hugna og veitslulag – men 'Guð viti hvussu útlendingar munnu upplivað tað', plagdu vit at hugsa.

Nú er rákin ikki so ramur.

Tað, sum er hent við Ræst, eftir at matstovan hevur verið afturlatin í stutta tíð, og lat uppaftur hósdagin, er, at hon nú er yvirtikin av manningini, sum annars hevur arbeitt á stjørnukrýndu Koks-matstovuni.

Nú Koks er farin í útlegd meðan bíðað verður eftir vælvild frá myndugleikunum, at tey kunnu sleppa at byggja sína ynskimatstovu í brattlendinum vestantil á Streymoynni, eru nøkur starvsfólk eftir í Føroyum, sum komandi tíðina bjóða gómagóðar upplivingar Heima í Havn.

Fermenteraður íblástur uttan úr heimi

Stjørnukokkurin Poul Andrias Ziska og vínúrmælingurin Karin Visth hava yvirtikið leiðsluna av Ræst, meðan Mantas Vaidelis og Lars Brønden Nicolajsen, sum eisini hava verið tilknýttir Koks í eitt áramál, verða ávikavist høvuðskokkur og matstovuleiðari á matstovuni Roks, sum letur upp í Fútastovu seinni í mánaðinum.

Les eisini: Koks-manning heldur fram á Ræst og Roks 

Hóast hvørki Ziska ella Visth vóru til arbeiðis leygarkvøldið, so gjørdist vitjanin á Ræst eitt gott upplivilsi. Móttøka og tænasta var absolutt á Koks støði, og maturin næstan eisini.

Ræst hevur fingið eina munandi uppstiging í mun til tað, sum matstovan var frammanundan. Hetta tí tað ikki longur bert er føroyskur matur, sum verður borðreiddur, men hinvegin ein spennandi samanseting av tí ræsta føroyska og so fermentaraðu míblástri uttan úr heimi.

[object Object]

Altjóða viðurkenning má væntast

Við hesi uppstiging hevur Ræst fingið eitt lyft, sum ger hesa lítlu matstovuna til fremsta kandidat til at ganga slóðina hjá Koks og fáa altjóða viðurkenning aftur heim til Føroya, avgjørt.

Men tað er eisini týðuligt, at ambisjónin við Ræst ikki er at gerast eitt nýtt Koks. So høgt er málið tó ikki sett.

Maturin er spennandi, væl gjørdur og á høgum stigi, men altso uttan at nakar hevur staðið við pincett fyri at leggja smáblómur á rættirnar – nakað, sum eyðkendi Koks. So nógv eru heldur ikki til arbeiðis í Nýggjustovu.

Eins og fyrr, er bert tann eina matskráin at velja ímillum: 10 rættir, harav tveir eru søtir eftirrættir. Einir tríggir-fýra av hinum átta serveringunum eru smakkbitar – ikki veruligir rættir.

Og nei, her eru ongi epli afturvið. Um epli eru ein partur av serveringini, og tað er tað – so eru tey helst mosað og liggja sum grund í eini vakrari uppstilling.

Grind á køkubita

Og rættirnir eru ikki stórir – tú kennir teg á ongan hátt ovurfyltan eftir teir tíggju rættirnar í hugnaligu stovunum í Gongini.

Og maturin má sigast at vera spennandi. Og ein sonn frægd, hvør rættur á sín heilt sermerkta hátt. Tað verður byrjað við hákalli og rósuberum – serverað næstan sum var tað konfekt! Og so turt tvøst og spik – eisini sum munnbiti. Grindin er løgd oman á ein nærmast lítlan kakubita, tertu. Snikut upp á tann góða mátan og øðrvísi.

Síðan kemur makrelur, jákupsskel og laksur. Makrelurin saltaður og búnaður. Ein sjáldsama góður og súrligur góðbiti. Jákupsskel er altíð góð. Laksurin við broysknari skræðu, steiktur á pannu einans á skræðusíðuni, so hin síðan er nærum rá.

[object Object]

Hereftir kemur annar av rættunum, sum má metast at vera høvuðsrættur, tann ræsti fiskurin við garnatálg. Besta upplivilsið á kvøldinum. Hóast tað ikki var gamalt at súpa ræstan fisk við skeið, so var hetta fantastiskt. Fiskurin er vistnokk kongafiskur, rivin omaná. Smaðkurin av sjáldsama góðari garnatálg er tann dominerandi, sum verður væl samansett við broysknum eplabitum og sum  fløtin omaná, ein skúmað ostasós. Meistaraverk.

Eitt sindur meira raffinerað

Hin høvuðsrætturin er ræst kjøt, og ímillum hesar báðar høvuðsrættirnar er tann næstan mest forkunnugi munnbitin av øllum, nevniliga eitt ristað rugbreyðspetti við góðum turrum kjøti, og so trøflu omaná!

Jú rættiliga øðrvísið, og eitt sindur meira raffinerað, en Ræst var frammanundan.

Munurin er ikki tann stóri á meginvøruni á teimum ymsu diskunum, men meira á tí, sum verður borðreitt afturvið.

Tildømis XO sós og sencha aftur við makrelinum, wasabi aftur við jákupsskel og kimchi aftur við laksinum. Øðrvísi og fremmandi smakkir og krúdd, sum kokkarnir hava hava tikið heim við sær uttan úr stóru verð, eitt nú eftir seinastu ferðini, tá Koks í nakrar vikur flutti inn í eina fína matstovu í Singapore.

[object Object]

Ja, og so ikki at tala um truffluna. Truffla er eitt heilt serligt slag av soppi, sum veksur í skógarbotni, og so trupul at finna, at tað sigst, at tað verða brúkt servand svín fyri at finna truflurnar. Um tað er galdandi enn, veit eg ikki. Ongantíð hevur mann fingið so nógva truflu á sama bita. Hesin gloypibitin plagar at vera veittur í nógv smærri mongdum..

Aftur við tí ræsta kjøtinum, ið er langtíðarstokt, so tað er ‘pulled’, fingu vit súrkál – sauerkraut – og perlubygg, tilgjørt sum var tað risotto. Riggaði avbera væl.

Frá sjerri til saké

Vínskráin afturvið var eisini forkunnug. Spanskt sjerri eftur við hákallinum og grindini, ein fínlig týsk riesling aftur við makrelinum, jákupsskelini og laksinum, fermenterað japanskt saké aftur við ræsta fiskinum og ein mild cinsault reyðvín úr Suðurafrika aftur við turra og ræsta kjøtinum.

[object Object]

Til ísin ein G&T av serstøðu framleiðsluni hjá Gist & Vist, kallað “1933”, við rabarbusaft, tilsett eitt sindur av saké eisini.

Og nú mundi eg gloymt trivaliga snapsin úr Vestmanna, sum eisini var aftur við hákallinum at byrja við.

Góðar og spennandi samansetingar, tó at smakkuri av saké eftir okkara tykki ikki var nakað upplivilsi.

Til ber eisini at keypa eina fermenteraða drekkiskrá uttan alkohol, við saftum og kambusja av ymsum slag – tað royndu vit ikki.

Tú mást gjalda frammanundan

So er tað prísurin. Tað mest irriterandi akkurát her er, at maturin skal rindast við bílegging, líka mikið hvussu góðari tíð tú ert frammanundan. Møguliga eitt neyðugt tiltak fyri at fáa fyritøkuna at hanga saman, men órógvandi og óneyðuga ágangandi fyri kundan.

Og prísurin, ja 1.200 pr. høvd fyri matin, og so kemur drykkiskráin afturat: 850 krónur fyri vínskránna og 450 fyri ta fermenteraðu uttan alkohol.

So tað nokk bara tey fægstu, ið unna sær at vitja her fleiri ferðir um árið.

Ræst hevur opið fýra dagar um vikuna, mikudag til leygardag.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2022

43 Leygardagur 19. mars 2022

Føroya Symfoniorkestur framførir stórverk

Skráin til várkonsertina 2022, sum verður í kvøld, er tann mest krevjandi, sum skjótt 40 ára gamla orkestrið hevur framført. Orkestrið telur 73 tónleikarar hesaferð - fyri hvørt atgongumerki, ið veðrur selt, letur Føroya Symfoniorkestur Reyða Krossi Føroyar 100 krónur til hjálparátøk í Ukraina

Kristina Thede Johansen verður solistur á konsertini (Mynd: nlh.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Skráin til várkonsertina 2022 er uttan iva mest krevjandi skrá, sum skjótt 40 ára gamla orkestrið hevur framført.

Soleiðis skrivar Føroya Symfoniorkestur um konsertina, ið verður í Norðurlandhúsinum í kvøld.

"Ein sjúkliga kenslusamur ungur tónleikari við ógvusligum hugflogi eitrar seg sjálvan í ólukkuligum kærleiksrúsi”.

Hesir eru tankarnir handan stórverkið "Symphonie fantastique" hjá fraklendingunum Hector Berlioz, sum bleiv frumframført í 1830Hetta er eitt av trimum verkum, ið verður framført í høllini í Norðurlandahúsinum í kvøld. 

[object Object]
Hector Berlioz

Symfoniorkestrið boðar í tiðindaskrivi frá, at fyri at veita eina halpandi hond til fólki í Ukraina, hevur Føroya Symfoniorkestur avgjørt at lata Reyða Krossi Føroyar 100 krónur fyri hvørt atgongumerki, ið verður selt til várkonsertina. Allur peningurin fer til hjálparátøk í Ukrainu.

Kristina Thede Johansen verður solistur á konsertini við sínari saxofon. Bernhardur Wilkinson stjórnar.

KONSERTSKRÁ

Akademisk Festival Ouvertura – Johannes Brahms (1833-1897)
Á summarferiu í vælveru býnum Bad Ischl í Eysturríki í 1880, skrivaði Brahms stuttligu festival ouverturuna.

Við hárfínari javnvág millum seriøs og meira løtt elementir leggur Brahms størri dent á ”festivalin” enn tað “akademiska”.

Brahms segði sjálvur, at verkið er sum ein potpourri full av larmandi studentarsangum. Ouverturan er eitt av mest spældu verkum hjá Brahms. Undir leiðslu av komponistinum, varð verkið frumframført í 1881.

Concerto pour saxophone – Henri Tomasi (1901-1971)
Solistur: Kristina Thede Johansen, saxofon

Saxofonkonsertin er skrivað í 1949, og var ognað kenda franska saxofonistinum Marcel Mule. Verkið, ið er í tveimum satsum, varð latið inn í samband við verk-kapping hjá tónlistaháskúlanum í Paris.

Kristina Thede Johansen lesur í løtuni ein kandidat í Music Performance og Arts Management á Sibelius Akademiinum í Finnlandi. Lærari hennara er Joonatan Rautiola. Eisini nemur hon sær solistprógv frá Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus. Kristina er virkin kamartónleikari og fastur limur í mangt annað Ensemble Eiradís, EKA og Nordic Saxophone Collective.

Symfoni Fantastique – Hector Berlioz (1803-1869)
Ólukkuligur kærleiki er ikki ókent tema í listini. Hector Berlioz, ið upprunaliga var útbúgvin lækni, skrivaði hesa symfonisku yrkingina. Hóast óteljandi kærleiksbrøv til ensku sjónleikarinnuna Harriet Smithson, lat hon ikki við seg koma.

Berlioz skrivar í sínum endurminningum, at tónleikurin lýsir dreymarnar hjá einum ungum manni, sum eftir ein miseydnaðan kærleika hevur mist hugin til lívið. Verkið bleiv frumframført í Paris í 1830.

Hóast tann elskandi og hin útvalda ikki ganga saman í yrkingini, so hittast tey aftur í París trý ár seinni. Tey giftust í 1833, men hjúnarlagið var ikki gott. Eftir 10 árum saman fóru tey hvør til sítt.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2022

44 Leygardagur 19. mars 2022

Yvirlit: Hesi vunnu á FMA

17 heiðurslønir vóru síðsta leygarkvøld handaðar á ársins FMA, sum var í Norðurlandahúsinum, og sent í sjónvarpinum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

17 heiðurslønir vórðu handaðar á FMA, sum varð í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, og sent beinleiðis í sjónvarpinum.

Størsta løtan var tá Martin Joensen fekk ársins tónleikaheiður. Hann hevur verið raktur av sjúku, men hevði leitað sær í Norðurlandahúsið kortini.

Lógvabrestirnir í salinum søgdu alt.

Hesi vunnu (Sverri Egholm tók myndirnar):

Popp og rokk flokkurin

Ársins kvinnuligi sangari
Brimheim

Ársins mannligi sangari
Teitur

Ársins sangur
Hey Amanda - Brimheim

Ársins útgáva
Cazador de Ostras - Teitur

[object Object]

Ársins bólkur ella einstaklingur
Brimheim


Opin flokkur

[object Object]

Ársins sangari ella einleikari
Ernst Remmel

Ársins útgáva ella konsert
Tónlist - Fonetika

[object Object]

Ársins kompositión
Mourner’s Adagio - Óli Jógvansson

[object Object]

Ársins bólkur ella kór
EKA

[object Object]

Ársins videolag
Alt annað enn vanligt - Dania O. Tausen (leikstjóri Maria Tórgarð)

Ársins nýggja navn
Horrse

[object Object]

Ársins framleiðari
Jens L. Thomsen

Ársins húsi
Gonguteigatúnatos hjá Dania O. Tausen (eftir Kirstin Helgadóttir)

[object Object]

Ársins tónleikaheiður
Martin Joensen

[object Object]

Útflutningsvirðislønin
Mahogni Music Publishing (hjá Høgna Lisberg)

[object Object]

Ársins tekstur
Sóleygan hjá Jens Paula Heinesen

[object Object]

Áhoyraravirðislønin
Ester Skála


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2022

45 Leygardagur 19. mars 2022

Prentvikur í Fuglafirði

Framsýning og prentverkstovur av ymsum slag eru á skránni í Ribarhúsi 17. mars til 6. apríl

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Frá 17. mars til 6. apríl er Ribarhús í Fuglafirði á øðrum sinni karmur um prentvikur, sum seta grafikk, tilfar og tøkni í brennidepilin.

Á framsýningini ”Prent Verk’22”, er tað heili 23 grafikklistafólk, sum sýna fram prent. Endamálið við “Prent Verk” er at varpa ljós á og fagna tí fjølbroytni, ið er innan grafikk og prent.

Tey, ið sýna fram síni verk eru Annika Arge Gregoriussen, Ann Mari Dam, Ása Helena Brynjarsdóttir, Ásla Rannvá Svensson, Bárður Dal Christiansen, Birgit Kirke, Edith Mørkøre, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Guðrið Helgadóttir Larsen, Hervør Hanusardóttir, Henny Dánialsdóttir, Jensia Brodersen, Margit Brøndum Johannesen, Maria Smith, Marjun J. Hentze, Nicolina Højgaard, Pernille Mejslov, Petra Eliasdóttir Mikkelsen, Rakel Helmsdal, Rikke Bak, Tove Askham, Tóra Hammer og Oggi Lamhauge.

Framsýningin er opin til og við 6. apríl. Gerandisdagar frá kl. 15 til 17.30 og leygardagar frá kl. 11 til 14.

Á Ribarhúsloftinum eru ymiskar verkstovur hvørja viku, har bæði roynd og óroynd kunna luttaka. Alt stendur klárt til luttakararnar, tá ið teir koma á verkstovuna. Tilfarið,  sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi. Verk­stovurnar vera tillagaðar luttakarunum. Evni á verkstovunum eru háprent, djúpprent og seriugrafi. Eisini verður skipað fyri grafikk-treffi. Meira um hetta sæst á litbrigdi.net.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2022

46 Leygardagur 19. mars 2022

30 ár síðani fyrstu Summartónar

Aftur í ár fevna Summartónar um stóran part av landinum, og konsertirnar eru frá mai til september

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í vikuni kom nýggj heimasíða út. Summartónar verður í ár 30 ár, og heimasíða er nú gjørd til festivalin.   

Fyrstu Summartónar vóru í 1992. 15 konsertir vóru í Tórshavn, Kirkjubø og Runavík. 13 tónaskøld vóru á skránni. Felagið Føroysk Tónaskøld FFT hevur staðið fyri festivalinum. Drívmegin øll árini hevur verið tónaskaldið Kristian Blak. 

Fyrstu árini var meginreglan at bíleggja nýggjan føroyskan partiturtónleik og spæla sonevndan klassiskan tónleik. Helvtin av skránni skuldi vera føroyskur tónleikur. Teir fyrstu føroysku tónleikararnir, ið vóru liðugt útbúnir, ella vóru undir útbúgving, gjørdust drívmegin í festivalinum. Eisini fingu hesir nógvar av tónleikavinunum frá konservatorinum at luttaka. Seinni avgjørdi fólkini handan Summartónar at víðka skránna við øðrum tónleikasløgum. 

Summartónar fevna um stóran part av landinum. Konsertirnar í ár eru frá mai til september, og tiltøk eru kring allar Føroyar. 

Heimasíðan varð løgd út seinnapartin í dag, og til ber at síggja hana á summartonar.fo. Tað er Nudlavirkið, sum hevur ment heimasíðuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2022

47 Leygardagur 19. mars 2022

Harmoniorkestrið GHM 100 ár

Hetta verður hátíðarhildið við bókaútgávu, konsert og framsýning í Norðurlandahúsinum 26. mars

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

14. mars fylti harmoniorkestrið GHM 100 ár. Hetta verður hátíðarhildið við stórari konsert, framsýning og bókaútgávu.

Leygardagin 26. mars verður Norðurlandahúsið karmur um stórfingið hátíðartiltak. GHM framførir eina spennandi skrá av tónleiki, sum umboðar ymisk tíðarskeið í søgu orkestursins. Sum nakað heilt serligt, hevur tað eydnast at savna 100 GHMarar at framføra part av konsertini, og tey verða m.a. við til at frumframføra eitt spildurnýtt verk eftir Atla Kárason Petersen, sum er skrivað til høvið.

Søgan um GHM er væl dokumenterað í gerðabókum, myndum, tíðindabløðum o.ø. Hesum hevur Helgi Jacobsen grivið í seinastu mánaðirnar, umframt at hann hevur gjørt samrøður við eldri spælarar, og burturúr øllum tilfarinum hevur hann skrivað eina bók. GHM 100 ár kemur út 26. mars, og høvi verður at ogna sær hana til hátíðartiltakið og í bókasølum.

Ein forvitnislig framsýning við myndum frá seinastu 100 árunum verður eisini hongd upp í Norðurlandahúsinum í sambandi við konsertina.

GHM hevur øll 100 árini verið við til at ríka mentanarlívið í Havn og aðrastaðni m.a. við at seta sín festliga dám á Ólavsøkuna. Orkestrið spældi í nógv ár javnan til dans ymsastaðni í Havn, og jólatræshald, pisufundur, jólaguðstænasta o.a. verða á hvørjum ári ríkað við vøkrum harmoniorkesturtónum.

[object Object]GHM spælir uttan fyri ráðhúsið á Vaglinum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

GHM er stytting fyri Georg Hansens Minni. Georg Hansen er maðurin, sum eigur ein stóran part av æruni fyri at tónleikalívið í Føroyum fór at blóma – serliga setti hann gongd í tónleikaundirvísing, sum liggur til grundar fyri framúrskarandi musikkskúlaskipanini, vit hava í dag. Tað vóru næmingar hjá Bakar Hansen, sum hann vanliga varð nevndur, sum 14. mars 1922 settu GHM á stovn sum ein livandi minnisvara fyri hann, sum teir skýrdu at vera ”Faðir tónleikin í Føroyum”.

Nógvir av okkara navnframastu tónleikarum, m.a. Andrea Heindriksdóttir, Anna Klett, Martin Mouritsen, Kristina Thede Johansen og Rúni Mouritsen, eru ”vaksnir upp” í GHM. Orkestrið telur í dag umleið 40 fastar spælarar, og tað er Maria Wang Reinert, sum stjórnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2022

48 Leygardagur 19. mars 2022

Enn eitt lag frá Mourits Mohr Joensen

Edith Dahl Jakobsen syngur “Titrandi sansir”, sum kemur út í morgin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikudagin varð aftur møguleiki at hoyra nýtt frá sangskrivaranum Mourits Mohr Joensen.

Talan er um sangin “Titrandi sansir”, sum er tað næsta av trimum løgum hjá Mouritsi, ið koma út í vár. Fyrsta lagið, “Litfagrir fuglar”, kom út 12 februar, og 19. mai kemur út “Lívið er handað”

“Følv” eitur útgávan við hesum trimum sangunum, sum Mourits Mohr Joensen gevur út umvegis útgávufelagið Tutl.

Upptøkurnar er gjørdar í Bunkarnum hjá Mikal Blak og Benjamin Petersen, og eru løgini upptikin “live”.

Titrandi sansir” er eitt kærleiksfult popplag, sum er skrivað í apríl mánaði í fjør.

Hesaferð er tað Edith Dahl Jakobsen, ið syngur. Hinir tónleikararnir eru Benjamin Petersen (guitar), Mikael Blak (bass), Janus Kampmann (dobro), Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur).

Permumyndina hevur abbadóttir Mouritsar, Jórun Davidsen, teknað. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2022

49 Leygardagur 19. mars 2022

Fara nú undir pumpuskipan í Vestmanna

Sev fekk á eykaaðalfundi í vikuni heimild at finna upp til 900 milliónir krónur í fígging til íløgur og gjaldføri

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eykaaðalfundurin hjá SEV mikudagin samtykti at loyva nevndini at fara undir fyrireikingar av verkætlanini við pumpuskipan í Vestmanna, og at útvega fígging upp til 900 milliónir krónur til íløgur og gjaldføri.

Loyvið til fíggingina er givið fyrr, men orsakað av, at tað hevur drigið út at fáa loyvi frá orkumyndugleikunum, hevur verið neyðugt at dagføra m.a. tíðarætlan og kostnaðarmeting, so samsvar er við hækkaða kostnaðarstøðið, skrivar Sev á heimasíðuni.

- Mýruverkið II er alneyðug fyritreyt fyri framtíðar vindorkuútbyggingum í meginøkinum og tað hevur skund at fáa øll neyðug loyvi avgreidd, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV.

- Uttan Mýruverkið II verður trupult at fáa vindorkuna til høldar og tað kann ikki ganga nóg skjótt at fáa sett skjøtil á byggingina.

Endamálið við verkætlanini Mýruverkið II er at fáa sum mest nyttu burtur úr avlopsorku frá vindmyllulundunum, sum verða settar upp komandi árini, at veita støðufesti til elkervið, nú motorarnir fara at koyra minni og minni og óstøðuga vindorkuframleiðslan økist, umframt at gagnnýta verandi vatngoymslur, sum SEV eigur og nýtir frammanundan.

Ramma fyri bygnaðin á elorkuøkinum

Eykaaðalfundurin samtykti somuleiðis eitt sokallað semjuskjal, sum serlig samráðingarnevnd umboðandi eigararnar hjá SEV, legði fyri eykaaðalfundin.

Samráðingarnevndin varð skipað á eykaaðalfundinum hjá SEV 26. november í fjør við tí endamáli at samráðast við landsstýrismannin við umhvørvis- og vinnumálum um bygnaðin á elorkuøkinum. Nevndina manna formaðurin og næstformaðurin í Kommunufelagnum og nevndarformaðurin í SEV.

Úrslitið av samráðingum við landsstýrismannin varð lagt fyri eykaaðalfundin at taka støðu til, og eykaaðalfundurin samtykti at taka undir við semjuskjalinum.

Í semjuni verður m.a. lagt upp til, at SEV varðveitir kervisábyrgd, sum umfatar elnetið, skipanarberandi tænastur og systemábyrgd, t.e. umframt sjálvt elnetið, diesel- og vatnorkuverkini og ábyrgdina av, at skipanin altíð er í javnvág.

Sjálvstøðugu dótturfeløgini hjá SEV, ávikavist Vindfelagið Húsahagi og Vindfelagið í Neshaga, sum eiga og reka vindmyllulundirnar í Húsahaga, Neshaga og Porkerishaga skulu skipast við sjálvstøðugari nevnd og leiðslu, uttan persónssamanfall við SEV.

Ein bólkur skal setast at kanna, hvussu ein marknaður kann skipast í søluliðinum við tí endamáli at skapa dynamisk tilboð til brúkaran, t.d. til upphiting av húsum, løðing av bilum, elektrifisering av ídnaði, framleiðslu av grønum brennievni og øðrum brúki av vitbornari eltøkni, sum eggjar brúkaranum at leggja um til varandi orkukeldur.

- Vit hava samtykt eina yvirskipaða semju. Nú er bert eftir, at partarnir fara undir eina skipaða og skilagóða tilgongd at fáa framt tær broytingar og tillagingar, sum skulu gerast, í verki, sigur Kári Johansen, nevndarformaður.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2022

50 Leygardagur 19. mars 2022

Útbygging av vatnorkuni í Vestmanna

Ein pumpu- og framleiðsluskipan, sum SEV hevur í umbúnað at byggja í Vestmanna, fer at gera elframleiðsluna frá vindmyllunum meira støðuga sigur Umhvørvisstovan í fráboðan

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

SEV ætlar at byggja eina pumpu- og framleiðsluskipan ímillum byrgingina í Heygadali og byrgingina uppi á Mýrunum í Vestmanna. Sambært §16 í elveitingarlógini skal umhvørvisárinsmeting gerast og góðkennast, áðrenn loyvi til framleiðslu av ravmagni verður givið sigur Umhvørvisstovan í fráboðan.  

Víst verður á, at útbyggingin fer at gera elframleiðsluna frá vindmyllunum meira støðuga, bæði tá yvirskot og undirskot er av vindi. Skipanin fer at pumpa vatn úr byrgingini í Heygadali upp í byrgingina á Mýrunum, tá yvirskot er av vindorku. Vatnið á Mýrunum verður síðani leitt í vatnturbinur til framleiðslu av ravmagni. Framleiðslan verður umleið 55 GWh um árið, sum er umleið helvtin av vatnorkuframleiðsluni seinastu árini.

Ein tunnil verður sprongdur frá eystara parti av byrgingini í Heygadali og niðan á Mýrarnar. Pumpu- og framleiðsluverk verður 400 metur inni í einum tilgjørdum helli við síðuna av tunlinum. Byrgingarnar verða ikki broyttar og meira vatn verður ikki leitt til teirra. Tann sjónligi parturin av nýggja verkinum verður ein atkomuportalur í Heygadali, lúkuhús við bæði vøtnini, umframt munnin til ein útlíkningartunnil. Umleið 350.000 m3 av leysum gróti koma burturúr at gera tunnil og verkhelli. 

[object Object]

Víðari sigur Umhvørvisstovan, at tað í árinsmetingini skal verða mett um, hvørjar møguligar fylgjur ætlaða virksemið kann hava fyri umhvørvið.

Avlopsgrót verður lagt á tvey øki í Heygardali og við Stigsá í 350 metur hædd. Grótrúgvurnar verða lagaðar til lendið og áskot lagt omaná. Um so er, at avtakari fæst til grótið, verður upprunaliga lendið endurskapað. 

Meðan verkið verður bygt, verður nakað av ristingum frá spreinging og gangur frá koyring av gróti har nærhendis. Tiltøk verða sett í verk at fyribyrgja aðrari dálking. Tá verkið verður í drift hoyrist einki til tað. 

Ávirkan verður á fuglalívið á staðnum í byggitíðini av nógvari ferðslu í økinum, og umframt at grótrúgvurnar fara at taka búøki frá fugli, ið reiðrast í økjunum. Mett verður, at ávirkan á plantur og skordjór er avmarkað, tí ongar plantur vóru á føroyska reyðlistanum og at skordjórini vóru vanlig í Føroyum. Fyri at kanna um fuglalívið er broytt í økjunum, verður fuglateljing gjørd aftur nøkur ár eftir at verkætlanin er liðug.

Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar og almenningur hoyrast. Freistin til hoyringarsvar er 11. apríl 2022. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2022

51 Leygardagur 19. mars 2022

Vestmanna letur tilfeingi ókeypis til Føroya fólk

Skipað verður fyri orkutingi um fíggjarligt endurgjald fyri jarðarlendi á leiðini móti grønari orku 

(Mynd: Sev)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í neyðugu strembanini móti grønari orku verður hald lagt á alsamt meira lendi, bæði til vatnorku, vindorku og pumped storage. Sama fer at gera seg galdandi við sjóvarfalsorku. Talan er um eitt náttúrutilfeingi, sum ókeypis verður latið úr Vestmanna til Føroya fólk.

Soleiðis stendur at lesa í innbjóðing til temakvøld – eitt orkuting – um fíggjarligt endurgjald fyri jarðarlendi á leiðini móti grønari orku, sum verður hildið í Vestmanna í komandi viku.

Stigtakarin til orkitingið er ein áhugabólkur í Vestmanna saman við Vestmanna kommunu.

Fyrireikararnir vísa á, at nú grøna orkan skal útbyggjast, er talan um stór inntriv í náttúruna, sum nøkur eru í móti, og sum onnur eru fyri. Tað er sera lítið, kommunur hava fingið í fíggjarligum endurgjaldi fyri umrøddu inntriv. Og nú umsóknir eru til viðgerar um at bygga pumped storage verk í Vestmanna, hevur ein áhugabólkur í kommununi sett sær spurningin, um tað ikki hevði verið natúrligt, at kommunur, sum lata so nógv náttúrutilfeingi til grøna orku, hava rætt til eitt fíggjarligt endurgjald.

Fordømi fyri eini slíkari skipan er norska Landsfelagið fyri Vatnorkukommunur (LVK). Á leið 180 vertskommunur fyri vatnorkuútbygging eru limir í felagsskapinum, sum var stovnaður í 1978. Uppgávan hjá felagsskapinum er at stuðla rættinum at fáa ein varandi part av virðisøkingini av at orka verður vunnin úr lendinum hjá kommunum. LVK leggur stóran dent á, at her er talan um staðbundið náttúrutilfeingi. Ein skipan er fingin í lag í Noregi, har kommunur, ið lata lendi og náttúrutilfeingi til orkunýtsluna í landinum, fáa eitt fíggjarligt endurgjald. Torfinn Oppheim úr Sauda kommunu stendur fyri felagsskapinum, og hann fer á Orkutinginum at greiða frá norsku skipanini og at svara spurningum um, hvussu ein líknandi skipan kann fáast í lag í Føroyum. LVK veitir kommunum orkupolitisk ráð og fakligan og løgfrøðiligan stuðul, tá nýggjar orkuverkætlanir eru í umbúna.

Orkutingið verður hósdagin 24. mars kl. 17 til 20.30 í Miðnámi í Vestmanna.

Á skránni eru fýra fyrilestrar við Hákuni Djurhuus, stjóra á Sev, Ari Johannesson leiðara á elveitingareftirliginum á Umhvørvisstovuni, Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðara fyri pump&storage-verkætlanini hjá Sev og Torfinn Oppheim, leiðara í norska felagsskapinum LVK.

Síðan verður ballborðskjak. Við pallborðið sita Torbjørn Jacobsen, næstformaður í Kommunufelagnum, Magnus Rasmussen, landsstýrismaður við orkumálum, Torfinn Oppheim, LVK, Johan í Niðristovu, stjóri í Spf. Vindrøkt og Hákun Djurhuus, stjóri í Sev.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2022

52 Leygardagur 19. mars 2022

Minesto miðsavnar Dragon Class virksemi sítt í Føroyum í 2022

– Samstarv okkara við SEV heldur fram, og teirra stuðul við at veita okkum samband við elnetið, samstarv á staðnum og at vera fyrsti avtakari av Deep Green sjóvarfalsorku er av ovurstórum týdningi fyri okkum, sigur forstjórin í Minesto

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Minesto hevur avgjørt at miðsavna sítt virksemi við Dragon Class orkuverkunum í Vestmanna í ár. Henda ætlan fer væntandi at lætta um seinkingar í veitingum, og samstundis at hava synergi fyrimunir og betri rakstur við sær.

Fyrsta D4 modellið, sum er nýggj optimerað versjón av drekanum hjá Minesto, verður sett inn í verandi uppseting í Vestmannasundi í fyrru helvt av 2022, sum upprunaliga ætlað. Fyri at spara tíð er avgjørt eisini at seta út tann næsta D4 (100 kW) drekan og D12 (1,2 MW) drekan í Vestmannasund í ár. Ætlanin var annars at royndarkoyra hesar eindirnar ávikavist í Fraklandi og Wales.

– Vit eru sannførd um, at henda umskipan av virkseminum er skilagóð. Á henda hátt verða íløgurnar betur gagnnýttar, privatar eins væl og almennar, í okkara ES-fíggjaða samstarvi við samstarvspartar í Wales og í Fraklandi. Avtalutreytirnar fyri íløgurnar eru óbroyttar, og tað eru okkara ætlanir í Fraklandi og Wales eisini, sigur Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

– Miðsavnan av okkara útgerð og virksemi á einum stað, hevur stórar fyrimunir við sær í mun til váða, flutningssamskipan og kostnað. Hetta er skjótasta tilgongdin til at royna dagførdu útgávuna av drekanum, skapa inntøku og at vaksa um virksemið.

Avgerðin fer at minka um møguligar seinkingar av veitingum. Covid-19 hevur viðført óvissu og avbjóðingar við veitingum, og ein miðsavnan av virkseminum á einum landafrøðiligum stað er í so máta meira effektiv.

– Samstarv okkara við SEV heldur fram, og teirra stuðul við at veita okkum samband við elnetið, samstarv á staðnum og at vera fyrsti avtakari av Deep Green sjóvarfalsorku er av ovurstórum týdningi fyri okkum, sigur Martin Edlund.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2022

53 Leygardagur 19. mars 2022

Seta motorar upp í Sørvági

Nógv økta vinnuvirksemið ger, at tørvurin á elmátti í Sørvági eisini er munandi øktur. SEV fær tí loyvi at seta tveir motorar upp í grótbrotinum í Sørvági at framleiða streym, boðar Sørvágs kommuna frá

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sørvágs kommuna hevur givið orkufelagnum SEV loyvi at seta tveir motorar til elframleiðslu upp í grótbrotinum í Sørvági. Loyvið er galdandi í trý ár.

SEV hevur brúk fyri meira elmátti í Sørvági at nøkta tørvin í sambandi við nógv økta vinnuvirksemið í kommununi. Elmotorar, generatorar, eru ikki ljóðleysir; men ljóðgreiningar, sum eru gjørdar, vísa, at ljóðið frá motorunum fer at vera innan fyri galdandi markvirði. Tá framleiðslan fer í gongd, verða meira umfatandi ljóðkanningar gjørdar, og um neyðugt ber tá til at minka um møguligt óljóð, skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðuni.

Motorarnir eru settir upp í eystara enda av grótbrotinum og royndarkoyrdir, men ymiskt kaðalarbeiði er eftir at gera, áðrenn framleiðslan kann fara í gongd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2022

54 Leygardagur 19. mars 2022

Aberdeen vil vera framtíðar vetnis-høvuðsstaðurin

Bussar í Aberdeen koyra longu við vetni (hydrogen) sum brennievni og fer henda gongd veruliga at taka dik á seg, nú orkufelagið BP og myndugleikarnir í Aberdeen hava gjørt avtalu um samstarv at menna vetnisframleiðslu

Í Skotlandi koyra alsamt fleiri og fleiri bussar við vetni (hydrogen) sum brennievni, og ein nýggj avtala millum orkufelagið BP og myndugleikarnar í Aberdeen skal skunda undir ætlaninar
SkrivaÐ:

Jan Müller

Orkufelagið BP og býráðið í Aberdeen hava skrivað undir eina avtalu um at menna grønt vetni sum brennievni til m.a. bussferðsluna í býnum.  Talan er um eina sokallaða “joint venture” verkætlan. BP skal standa fyri verkætlanini, sum miðjar móti at brúka varandi orkukeldur so sum sólorku til at framleiða grønt vetni. Ætlanin er at fara undir framleiðsluna longu í 2024. 

[object Object]

Verkætlanin, sum  hevur fingið heitið: “BP-Aberdeen Hydrogen Hub” er í trimum stigum.

Fyrsta stig í ætlanini umfatar at framleiða 800 kg. av grønum vetni um dagin, sum skal løða 25 bussar og eins stórt tal av øðrum flutningsførum. 30 mió. kr. eru settar av til fyrireiking av verkætlanini. Eftir hetta verður framleiðslan økt sohvørt við nýggjum íløgum fyri at kunna nøkta nýtsluna av grønari vetni til tokflutningin, vøruflutning og sjóvegis nýtslu eins og veiting av vetni til upphiting loksins eisini til útflutnings. 

[object Object]

Henda gongdin fer so eisini at fevna um tær stóru iløgurnar, sum verða gjørdar í havvindorku og verður her serliga hugsað um seinastu útbjóðingina ScotWind framvið skotsku strendurnar og harvið eisini út fyri Aberdeen. 

Umrødda verkætlan fer at gera Aberdeen til ein av heimsins miðdeplum fyri grønum vetni. Áhugavert er at býta merki í, at býurin nú í fimti ár hevur verið oljuhøvuðsstaðurin í Evropa, og nú halda so orkufeløg og myndugleikar fram við menningini gjøgnum grøna orkuskiftið. Hetta fer so eisini at gagna risastóru veitingarvinnuni í býnum og kring alt Skotland.

[object Object]

Ein kanning, sum myndugleikarnir í Aberdeen hava gjørt, vísir, at um eftirspurningurin eftir grønum vetni fer at vaksa sum ætlað eins og vera grundarlag fyri útflutningi eisini, tá fer tað at skapa 700 nýggj arbeiðspláss í vetnisídnaðinum innan 2030.

[object Object]Umboð fyri BP og býráðið í Aberdeen eftir at hava undirskrivað "joint venture" avtalu um at menna Aberdeen til vetnisbý. 

Orkufelagið BP hevur sett sær fyri at fara undir samstarv við býir og feløg í royndunum at minka um útlátið og røkka null útláti. Felagið ætlar at skipa samstarv við 10-15 býir í 2030 í sambandi við grønt vetni. BP er eisini sera virkið í sambandi við eina aðra ætlan at minka um útlátið, nevnilig at fanga og goyma CO2 í undirgrundini. Her arbeiðir felagið við eini ætlan í Teesside í Bretlandi, sum skal stuðla uppundir arbeiðið at byggja út løðistøðir til el-akfør.

BP vil við hesum tiltøkum vísa, at felagið sum olju- og gassfelag í dag er ført fyri og avgjørt áhugað í at vera partur av grøna skiftinum. Og felagið ásannar, at hetta hevði ikki verið gjørligt uttan tær drúgvu royndir og vitan, sum felagið hevur bygt upp sum eitt vanligt olju- og gassfelag øll árini. 

Aberdeen býur hevur higartil brúkt 70 milliónir krónur til tess at skipa fyri eini vetnisætlan og hava aðrir íleggjarar goldið 350 milliónir krónur. Úrslitið er m.a., at meira enn 2 milliónir hava ferðast við nýggju vetnisriknu bussunum. 

Keldur: Energy Voice, OVG Energy

https://www.energyvoice.com/renewables-energy-transition/hydrogen/uk-hydrogen/394868/today-is-a-milestone-bp-and-aberdeen-city-council-form-joint-venture-to-develop-green-hydrogen-hub/

https://www.gov.uk/government/publications/uk-hydrogen-strategy

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2022

55 Leygardagur 19. mars 2022

Moderaterne sleppa at stilla upp á fólkatingsvalinum

Danska innlendismálaráðið hevur nú góðkent nýggja flokkin hjá Lars Løkke, og sleppur hann sostatt at stilla upp á næsta fólkatingsvali, sum skal vera í seinasta lagi 4. juni næsta ár

Lars Løkke Rasmussen var limur í Vinstra í 40 ár og formaður í tíggju ár, men fyri góðum ári síðani meldaði hann seg úr flokkinum, og hevur hann nú stovnað Moderaterne (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Moderaterne, nýggi flokkurin hjá fyrrverandi danska forsætisráðharranum og Vinstra-formanninum Lars Løkke Rasmussen, er nú endiliga góðkendur til at stilla upp á næsta fólkatingsvalinum.

Í september í fjør varð boðað frá, at flokkurin hevði tryggjað nóg nógvar undirskriftir til at stilla upp. Neyðugt er við 20.182 undirskriftum, og flokkurin hevur 25.968.

Fyrr í hesum mánaðinum boðaði Lars Løkke tí frá, at hann hevði biðið um formliga at fáa flokkin góðkendan til uppstilling, og ynskti hann sær bókstavin M. Hetta er nú veruleiki, skrivar Ritzau.

Næsta fólkatingsvalið skal vera í seinasta lagi 4. juni 2023.

Tað var 1. januar í fjør, at Lars Løkke meldaði seg úr danska vinstraflokkinum aftaná 40 ára limaskap og tíggju ár sum formaður. Hann var forsætisráðharri í tveimum tíðarskeiðum, 2009-2011, og 2015-2019. Í august 2019 legði hann frá sær sum formaður orsakað av ósemju í flokkinum.

Í apríl í fjør boðaði fyrrverandi danski forsætisráðharrin síðani frá, at hann fór at stovna nýggjan politiskan flokk, og í juni sama árið byrjaði hann at savna inn veljaraundirskriftir.

Um flokkin varð m.a. sagt:

– Nýggi flokkurin ætlar at "skapa framgongd og broytingar á einum krossøki millum ein bláan blokk, sum pínist av virðispolitikkinum og ein reyðan blokk, sum hongur fast í einari avoldaðari áskoðan um einstaklingin og statin".

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2022

56 Leygardagur 19. mars 2022

Belgia: Flóttafólk flyta inn í bygningar hjá kongshúsinum

Tríggjar ukrainskar familjur skulu flyta inn í tveir bygningar hjá belgiska kongshúsinum

Mathilde drotning og Philippe kongur hátíðarhalda her belgiska tjóðardagin 21. juli í 2021 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Belgisku kongshjúnini, Philippe kongur og Mathilde drotning hava latið tveir bygningar hjá belgiska kongshúsinum upp fyri ukrainskum flóttum.

Talan er um ein bústað í Brússel og ein í Wallonia, sum er í sunnara parti av landinum. Tað er belgiski kongaligi grunnurin, sum umsitur yvir 70 borgir og aðrar bygningar ymsastaðni í landinum.

Sambært Ritzau verður ikki upplýst, júst hvørjir bústaðir talan er um her, men tað verða tríggjar ukrainskar familjur, sum skulu flyta inn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2022

57 Leygardagur 19. mars 2022

Kanning: Ivast í um Biden fer at stilla upp í 2024

79 ára gamli Joe Biden er elsti forseti, sum hevur sitið í Hvítu Húsunum, og sambært kanning hjá Wall Street Journal ivast yvir helvtin av amerikanarum í, um hann fer at stilla uppaftur til næsta forsetaval

Um Joe Biden stillar upp í 2024 og vinnur enn eitt valskeið sum forseti, fer hann at nærkast teimum 90, tá hann fer úr Hvítu Húsunum aftur (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í januar varð boðað frá, at amerikanski forsetin Joe Biden og varaforseti hansara, Kamala Harris ætla at stilla uppaftur saman í 2024, tá næsta forsetaval verður.

79 ára gamli Joe Biden er elsti amerikanski forsetin at sita í Hvítu Húsunum. Verður hann valdur til enn eitt valskeið, verður hann 82 ár, tá næsta valskeiðið byrjar í januar 2025.

Tí ivast fólk í, um hann yvirhøvur fer at stilla uppaftur, vísir úrslitið av kanning hjá Wall Street Journal, sum varð kunngjørd í vikuni.

Sambært kanningini halda 52 prosent av amerikanarum ikki, at sitandi forsetin fer at royna at fáa fýra ár afturat í Hvítu Húsunum. 29 prosent siga seg tó halda, at hann fer at stilla uppaftur, meðan 19 prosent siga, at tey vita ikki.

Joe Biden er demokratur, og heili 41 prosent av demokratisku veljarunum søgdu seg halda, at hann fer at stilla uppaftur, meðan 32 prosent søgdu, at tey ikki roknaðu við, at hann fór at stilla uppaftur. 26 prosent søgdu seg ikki vita.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2022

58 Leygardagur 19. mars 2022

Fýra dystir verða fluttir til sunnudagin

Orsakað av nógvum vindi av útsynningi, verða dystirnir millum  Víking og AB, NSÍ og B68, Skála og 07 Vestur, og dysturin millum EB/Streym og KÍ útsettir til sunnudagin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Veðrið má enn einaferð sær sjálvum ráða. Og soleiðis verður sjálvandi aftur hesaferð. Veðurforsøgnin fyri fríggjadagin og leygardagin sóu einki serligar út. Báðar dagarnar varð boðað frá nógvum vindi av útsynningi.

Av hesi orsøk avgjørdi kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya, at fýra av dystunum í triðja umfari í Betri Deildini hjá monnum verða fluttir til sunnudagin 20. mars klokkan 15.

Talan er um dystirnar millum NSÍ og B68, og Víking og AB, sum skuldu vera fríggjadagin, og dystirnir millum Skála og 07 Vestur, og EB/Streym og KÍ, sum upprunaliga skuldu vera leygardagin.

Grannauppgerðin millum HB og B36 verður spæld sum ætlað – á Tórsvølli í kvøld klokkan 20.

Leygardagin kl. 20:
HB-B36

Sunnudagin kl. 15:
NSÍ-B68 
Víkingur-AB 
Skála-07 Vestur
EB/Streymur-KÍ


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2022

59 Leygardagur 19. mars 2022

NSÍ fekk oyruni í HB-maskinuna

HB vann sannførandi 5-1 móti runavíkingum farna vikuskiftið. Hinir báðir dystirnir sunnudagin endaðu við javnleiki

HB hevur havt eina góða byrjan hetta kappingarárið, og hevur vunnið tveir teir fyrstu dystirnar sannførandi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinasti dystur í øðrum umfari í BetriDeildini varp spældur á Svangaskarði og var lokaluppgerð millum B68 og Skála.

Ein á pappírinum spennandi dystur, og tað gjørdist hann eisini. Tað bendi kortini leingi á, at B68 fór avstað við einum 2-1 sigri, men stutt undan dystarlok eydnaðist Skála at javna til 2-2, sum eisini gjørdist úrslitið.

[object Object]

Ovari vøllur í Gundadali var karmur um sanna málveitslu. Tað var HB, sum veruliga prógvaði, at KÍ ikki kemur sovandi til meistaraheitið í ár. Hinvegin høvdu runavíkingar ikki nógv at koma við í dag. HB hevði at kalla alt spælið, og úrslitið gjørdist 5-1 til teir reyðu og svørtu. Úrslitið kundi verið nógv verri, um tað ikki var fyri Tórður Thomsen í NSÍ-málinum.

[object Object]

Á Argjum var tað ein lívligur dystur við nógvum áskoðarum. Í mun til dystin ímóti HB síðsta sunnudag, fekk heimaliðið í dag spælið at rigga. Ein javnur dystur, hóast argjamenn vóru á odda 2-1 í hálvleikinum. Úrslitið gjørdist javnleikur 3-3.

Óvæntað vann EB/Streymur 2-1 móti Víkingi í Sarpugerði leygarkvøldið. Meistararnir í KÍ høvdu vitjan av B36 við Djúpumýru. Tað kom bara eitt mál í dystinum, og tað var Jóannes Bjartalíð, sum tók sær av tí tá bara 10 minuttir vóru leiktir.

Úrslitini hetta umfarið hava við sær, at HB og KÍ bæði hava fulla úrtøku eftir tvey umfør, men HB hevur betri málmun.

Støðan í Betri deildini menn

1. HB (6 stig)
2. KÍ (6 stig)
3. B36 (3 stig)
4. EB/Streymur (3 stig)
5. Víkingur (3 stig)
6. NSÍ (3 stig)
7. 07 Vestur (1 stig)
8. AB (1 stig)
9. B68 (1 stig)
10. Skála (1 stig)

Úrslit 2. umfar

Víkingur - EB/Streymur 1-2 (1-1)
23’ Rói Olsen 0-1
37’ Andreas Lava Olsen 1-1
63’ Jákup Hummeland 1-2

KÍ - B36 1-0 (1-0)
10’ Jóannes Bjartalið 1-0

AB - 07 Vestur 3-3 (2-1)
33’ Agustin Marsico 1-0
Jasper Van Der Heyden 1-1
43’ Ragnar Skála 2-1
65’ Ronni Møller Iversen 2-2
71’ Bartal Petersen 3-2
74’ Jasper Van Der Heyden 3-3

HB - NSÍ 4-1 (5-1)
7’ Sjálvmál 1-0
14’ Jørgen Nielsen 1-1
25’ Stefan Radosavljevic 2-1
32’ Jákup L. Thomsen 3-1
45’ Stefan Radosavljevic 4-1
59’ Áki D. Samuelsen 5-1

B68 - Skála 2-2 (2-1)
9’ Sebastian Lau Nielsen 1-0
26’ Poul Kallsberg 1-1
31’ Sebastian Lau Nielsen 2-1
84’ Karl Martin Johansen 2-2


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mars 2022

60 Leygardagur 19. mars 2022

Mads Boe Mikkelsen úttikin til A-landsliðið

Hópurin til venjingarleguna í Spania varð úttikin mánadagin

Mats Boe Mikkelsen er blómaður upp eftir at hann kom í bláu KÍ-troyggjuna (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ungi miðvallarin, Mads Bo Mikkelsen, sum áðrenn hetta kappingarárið flutti úr HB til KÍ er nýggjur maður á A-landsliðnum.

Mánadagin kunngjørdi Håkan Ericsson nøvnini á teimum 24 leikarunum, sum fara við á venjingarlegu í Spania, har eisini tveir vinardystir verða á skránni.

Mest óvæntað man vera, at ungi Mads Boe Mikkelsen úr KÍ er við. Mads Boe Mikkelsen hevur fingið sína fótbóltsuppaling í Danmark, men er av føroyskari ætt, og kom til HB at spæla í 2020. Í vetur flutti ungi miðvallaleikarin so til KÍ.

Og eftir at Mads Boe er fluttur til Klaksvíkar, hevur hann fingið eina rættiliga uppblóming, og hevur longu skorað fleiri mál fyri besta liðið hjá KÍ.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Mads Boe Mikkelsen er úttikin til eitt føroyskt landslið. Hann er skrásettur fyri fimm dystir á U21-landsliðnum, seinast í føroyska 3-1 sigrinum á Ísrael í september 2020.

Hópurin til Spania er hesin

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland), Teitur Matras Gestsson, HB, Mattias Heðinsson Lamhauge, B36, Rene Shaki Joensen, KÍ, Heri Hjalt Mohr, HB, Viljormur Davidsen, Helsingborg IF (Svøríki), Daniel Johansen, HB, Sonni Ragnar Nattestad, B36, Odmar Færø, KÍ, Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg), Hørður Askham, HB, Heðin Hansen, HB, Gilli Rólantsson Sørensen, Odd (Noreg), Gunnar Vatnhamar, Víkingur, Hallur Hansson, KR Reykjavík (Ísland), Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ, Mads Boe Mikkelsen, KÍ, Ári Mohr Jónsson, HB, Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Jóannes Bjartalíð, KÍ, Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg), Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark),  Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ, og Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland).

Leygardagin 26. mars klokkan 17 spæla Føroya móti Gibraltar á Victoria Stadion í Gibraltar, og týsdagin 29. mars klokkan 16 spæla Føroyar móti Liktinstein á Pinatar Arena í San Pedro del Pinatar, í Murcia í landssynningspartinum av Spania.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2022

61 Leygardagur 19. mars 2022

U21-hópurin móti Fraklandi og Norðurmakedonia

Føroyar eru enn væl við í hesi undankappingini - seks stig fyri seks dystir

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sámal Erik Hentze, venjari, hevur tikið út hópin til U21-landsliðið við monnum, sum seinni í mánaðinum skulu spæla útidystir móti Fraklandi og Norðurmakedonia.

Hesir eru úttiknir:

Bárður á Reynatrøð, Víkingur, Bjarti Mørk, HB, Jóannes Davidsen, EB/Streymur, Hanus Sørensen, Middelfart (Danmark), Børge Petersen, KÍ, Áki Johannesen, B68, Elias Rausborg, Hvidovre IF (Danmark), Pætur Skipanes, NSÍ, Martin Agnarsson, B36, Magnus Holm Jacobsen, B36, Noah Hans Mneney, Víkingur, Andrass Johansen, B36, Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg), Símun Sólheim, B36, Áki Samuelsen, HB, Stefan Radosavljevic, HB, Ragnar Skála, AB, Lukas Giessing, Nykøbing FC (Danmark), Jørgen Nielsen, NSÍ, Steffan Løkin, B68, og Jonn Johannesen, KÍ.

Hósdagin 24. mars kl. 19.45 spæla Føroyar móti Fraklandi á Stade de l’Épope í norðurfranska býnum Calais. Týsdagin 29. mars klokkan 17 verður spælt móti Norðurmakedonia á National Arena Todor Proeski í høvuðsstaðnum Skopje.

Føroyska U21-liðið hevur í seks dystum fingið seks stig higartil í hesi EM-undankappingini. Føroyar hava funnið 2-0 á Armenia og spælt javnt móti Fraklandi og Norðurmakedonia á heimavølli og Serbia á útivølli.

Tá hesir báðir komandi dystirnir eru spældir, eru bert tveir eftir, báðir heima. 2. juni móti Ukraina og 7. juni móti Serbia.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2022

62 Leygardagur 19. mars 2022

Hópurin til dystin móti Ungarn úttikin

Talan er um tjúgu kvinnur úr átta ymiskum feløgum, ið skulu við til Ungarn tíðliga í apríl

Føroyar vunnu 1-0 á Gibraltar í venjingardysti í februar (Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fríggjadagin 8. apríl tekur A-landsliðið hjá kvinum HM undankappingna uppaftur við útidysti móti Ungarn í Budapest.

Í hesum sambandi hevur landsliðsvenjarin, Lene Terp, sent boð eftir 20 spælarum til dystin, sum verður spældur á Szusza Ferenc Stadion í Budapest.

Hópurin til dystin: Ásla Johannesen, AGF (Danmark), Olga Kristina Hansen, B36, Valborg Østerø, B36, Anna Sunadóttir Hansen, EBS/Skála, Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála, Kára Djurhuus, EBS/Skála, Rúna Jacobsen, HB, Sarita Maria Mittfoss, HB, Birita Ryan, KÍ, Maria Biskopstø, KÍ, Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ, Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ, Tóra Mohr, KÍ, Tórunn Højgaard Joensen, KÍ, Heidi Sevdal, NSÍ, Rakul Maria Johannesen, Oppsal IF (Noreg), Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur, Maria á Lakjuni, Víkingur, Mona Rasmusdóttir, Víkingur, og  Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)

Dysturin móti Ungarn er seinasti útidysturin hjá kvinnulandsliðnum í hesari undankappingini. Tveir heimadystir móti ávíkavist Ukraina og Skotlandi eru á skránni í september.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2022

63 Leygardagur 19. mars 2022

Tróndur Jensen hevur slitið krossbandið

Skal undir hara endurvenjing - verður ikki tøkur á besta liðnum hjá HB restina av hesum kappingarárinum

Tróndur Jensen sleit krossbandið í fyrsta dystinum, sum varð spældur móti AB á Argjum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Landsliðsspælarin Tróndur Jensen, sum júst er byrjaður í barndómsfelagnum HB aftur eftir eitt ár við NSÍ, fekk bert ein dyst á besta liðnum hjá HB í hesum umfari.

Í ársins fyrsta landskappingardysti móti AB fór Tróndur skaddur av vøllinum, og nú vísa kanningarnar, at hann hevur slitið krossbandið í høgra knæ, skrivar HB á heimasíðu síni.

Hetta merkir, at hann má sita uttanfyri alt kappingarárið. 

– Eg var so óheppin í einum nærdysti, at fóturin stóð fastur í vøllinum, tá eg skuldi venda mær. Eg merkti beinanvegin, at har var okkurt galið, hóast pínan ikki var so ógvuslig. Hetta er so óheppið, sum tað kann vera. Serliga nú eg hevði glett meg til at sleppa at spæla framman fyri HB-áskoðarunum á heimavølli, sigur Tróndur við hb.fo. 

Tróndur skal fyrst undir skurð, og síðani byrjar ein long og hørð endurvenjing. 

Í 2019 sleit Tróndur krossbandi í vinstra knæ, so hann veit hvat skal til fyri at koma aftur á vøllin.

- Tað verður hart og strævið, men eg gevi tí ein kjans, sigur Tróndur. 

Sambært heimasíðuni hjá HB verður Tróndur nú knýttur at venjaratoyminum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2022

64 Leygardagur 19. mars 2022

Sonni Ragnar Nattestad aftur í B36

Hann var á liðnum, tá B36 vitjaði í Klaksvík leygarkvøldið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

B36 boðar farna leygardag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við landsliðsleikaran Sonna Ragnar Nattestad.

Í 2020 spældi høgi verjuleikarin eisini við árstalsfelagnum, men hevur síðani eisini verið í írska Dundalk eitt skifti í fjør. Í januar varð sáttmáli millum Sonna Ragnar og norska felagið Jerv kunngjørdur, men løtu seinni varð hetta tikið aftur.

Orsøkin var eitt revsirættarmál, sum Sonni Ragnar hevði verið íblandaður, og sum økti til órógv millum áskoðararnar hjá Jerv.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2022

65 Leygardagur 19. mars 2022

Marius Hagen aftur í 07 Vestur

Vágamenn hava gjørt sáttmála við 29 ára gamla norðmannin, sum spælir í næstbestu norsku deildini. Hann spældi við 07 Vestur í fjør summar

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

07 Vestur og Marius Hagen hava gjørt sáttmála, og 29-ára gamli norðmaðurin flytir sostatt aftur til 07 Vestur úr Strømmen IF í næstbestu norsku deildini.

Norski miðvallarin leikti seks dystir við 07 Vestur í fjør summar, men fór síðan aftur til Noregs, har hann fekk sáttmála við Strømmen IF, sum spælir í næstbestu norsku deildini.

Har var hann sambært 07 Vestur ein umráðandi leikari og fekk 14 dystir. Sum felagið skilir var hann ímillum bestu leikarar teirra og var eisini fleiri ferðir kosins dagsins leikari.

Marius, sum helst verður seinasti nýggi leikarin hjá 07 Vestur-venjaranum Michael Schønberg í ár, kemur til Føroyar sum skjótast. Ivasamt er, um hann klárar dystin móti Skála sunnudagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2022

66 Leygardagur 19. mars 2022

Endaðu við javnleiki

Eftir eina heldur trilvandi byrjan komu U17-genturnar væl fyri seg í seinna hálvleiki í seinasta dystinum í EM undankappingini

Føroyski hóopurin áðrenn dystin móti Luksemburg (Mynd: Jógvan Páll Joensen/FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

U17 fótbóltslandsliðið við gentum endaði EM undankappingina í Ísrael mikudagin við málleysum javnleiki móti Luksemburg. Mótstøðuliðið stóð fyri tí mesta í fyrra hálvleiki, men føroyska liðið stóð væl ímóti trýstinum og brúkti steðgin til at skipa seg betur til seinna hálvleik.

– Vit vóru ikki heilt har, sum vit skuldu vera frá byrjan, men tá vit høvdu brúkt hálvleikin til at rætta nøkur ting, so komu vit munandi betri út í seinna hálvleik, sigur Pauli Poulsen, landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá FSF.

Hetta sást eisini væl aftur á vøllinum í seinna hálvleiki, har føroyska liðið av álvara hótti mótstøðuliðið og kom til fleiri góðar støður og stórar málmøguleikar. Eisini var onkur støða, sum við føroyskum brillum kundi givið brotsspark, men í so máta fingu genturnar onki forerað í dystinum í dag. Dysturin endaði málleysur og samanumtikið er landsliðsvenjarin væl nøgdur við føroyska avrikið í kappingini.

– Genturnar hava kýtt seg og avrikað væl í øllum dystunum, og móti Luksemburg var tað samanumtikið sera gott at enda við einum javnleiki. Tað hava spælararnir veruliga uppiborið fyri tað harða arbeiðið, tær hava lagt í kappingina, sigur Pauli Poulsen at enda.

Niðanfyri sæst liðið, sum byrjaði dysstin móti Luksemburg í dag.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2022

67 Leygardagur 19. mars 2022

Nancy: TB/FCS/Royn skal vilja menningina

Tað var ein stór avgerð, tá TB, FC Suðuroy og Royn í felag gjørdu av at melda felagslið til bestu kvinnudeildina, men stigið er neyðugt fyri at menna kvinnufótbóltin í oynni

(Mynd: Hans Erik Danielsen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Grein úr Fótbóltsblaðnum 2022

Tað eru nógv ár gingin, síðan Suðuroyggin seinast var umboðað í bestu kvinnudeildini í fótbólti, men nú kunnu suðuroyingar og øll onnur gleða seg til at síggja TB/FCS/Royn í Betri Deildini. Hóast ungan aldur er 19 ára gamla Nancy Einarsson ein av royndastu leikarunum á liðnum, sum í løtuni fyrireikar seg til stóru avbjóðingina.

– Tað er spennandi, men hetta er eisini eitt stórt stig at taka hjá okkum, so eitt sindur av nervøsiteti ger seg eisini galdandi. Men fyrst og fremst eru vit spentar, og so vita vit eisini, at hetta er eitt neyðugt stig hjá okkum at taka, um vit vilja mennast, sigur Nancy.

Felagsliðið endaði á øðrum plássi í 1. deild í fjør, og harumframt vunnu suðuroyingar U15 kappingina á hálvum vølli í 2021. Fleiri av hesum spælarunum hava nú fingið aldur til vaksnamannafótbólt, og liðið fer einamest at telja ungar spælarar. Og júst lági miðalaldurin saman við einum avmarkaðum spælaratilfeingi eru størstu avbjóðingarnar hjá TB/FCS/Royn, heldur verjuleikarin.

– Vit hava næstan bara blaðungar spælarar uttan royndir í bestu deildini, og tað er ein afturvendandi avbjóðing hjá okkum, at spælarar flyta av oynni í samband við útbúgving og arbeiði. Men vit hava fleiri dugnaligar gentur, sum hava hug og áræði til at taka fótbóltin meira seriøst, sigur hon.

Ein nýggj byrjan
Nancy Einarsson veit fullvæl, at lopið úr 1. deild upp til Betri Deildina er stórt, og tí hevur menningin fremstu raðfesting á liðnum.

– Vit mugu venja nógv og hart fyri at kunna vera við í Betri Deildini, og tað eru vit eisini sinnaðar at gera. Fyri okkum er hetta ein nýggj byrjan, har vit vónandi fara at leggja lunnar undir eina bjarta framtíð fyri gentu- og kvinnufótbóltin í oynni, sigur Nancy Einarsson.

Hon leggur afturat, at stuðulin og áhugin millum fólk í oynni hevur stóran týdning fyri liðið.

– Tað hevur alt at siga fyri okkum, at fólk her suðuri bakka okkum upp, tí vit gera hetta eisini fyri at skapa meira áhuga fyri fótbóltinum í oynni. Vit vóna, at fleiri gentur leggjast afturat, eisini í teimum yngru deildunum, og í tí sambandi hevur tað eisini týdning, at tær kunnu hava eitt Betri Deildarlið at síggja upp til og vónandi gleða seg til sjálvar at umboða í framtíðini, sigur Nancy Einarsson at enda.

——————

Fyrsta umfar í Betri Deildini hjá kvinnum verður spælt sunnudagin og týsdagin. Sunnudagin klokkan 15 tekur TB/FCS/Royn ímóti Víkingi við Stórá í Trongisvági, og týsdagin 22. mars eru hinir tríggir dystirnir í fyrsta umfari á skránni. Klokkan 19 byrjar dysturin millum 07 Vestur og EBS/Skála, kl. 19:30 fara KÍ og B36 á vøllin við Djúpumýru í Klaksvík, og kl. 20 tekur HB ímóti NSÍ.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2022

68 Leygardagur 19. mars 2022

Børge: KÍ skal í evropeiskt bólkaspæl

FM vinnararnir úr Klaksvík hava sett sær høg mál fyri kappingarárið 2022. Teir ætla sær at spæla í evropeiskum bólkaspæli, og fyri teir er hetta avgjørt eitt realistiskt mál

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Grein úr Fótbóltsblaðnum 2022

– Málið er eitt bólkaspæl í Evropa. Tað trúgva vit uppá og tað ætla vit okkum. Sjálvandi fara vit eisini eftir at vinna bæði FM og Løgmanssteypið, sigur 19 ára gamli miðverjin, Børge Petersen.

Klaksvíkingar vóru einaráðandi í landskappingini í fjør og vunnu sannførandi. Aftur í ár hevur verið stór útskifting í KÍ, og hópurin er ikki líka breiður, sum hann var í fjør. Men Børge ivast ikki í, at ársins útgáva av KÍ verður minst líka sterk, sum í fjør.

– Vit eru øgiliga sterkir aftur í ár. Tað hevur sjálvandi verið nakað av útskifting í hópinum, men teir spælararnir, ið vit hava fingið knýtt at hópinum, eru góðir. Vit verða heilt sikkurt á sama støði í ár. Árið í fjør var sjálvandi nakað serligt, tí vit taptu bara ein dyst í landskappingini, og seta met fyri flest skotin mál, so eg veit væl, at tað verður torført at gera tað sama aftur í ár.

Kappast við landsliðsmiðverjuna
Stinni miðverjin fekk av álvara smakka til besta liðið hjá klaksvíkingum í fjør. Umframt nógvar minuttir í Betri Deildini, so vísti Børge sínar dygdir á U21 landsliðnum, har hann hevur verið fastur fúsur í verjuni.

Men tað krevst hart arbeiði fyri at vinna sær fast pláss í verjuni hjá KÍ, tí í løtuni eru tað landsliðsmiðverjarnir, Odmar Færø og Heini Vatnsdal, ið Børge skal kappast við.

– Odmar og Heini eru tveir góðir miðverjar, sum hava nógvar royndir. Tað er ein torfør uppgáva at kappast ímóti teimum. Eg havi allíkavæl roynt at tikið av møguleikanum, tá eg havi fingið hann.

– Men eg havi tol. Og eri takksamur fyri, at eg kann verða partur av einum slíkum hópi, sum vit hava.

Børge Petersen er ein av lokalu spælarunum, sum er komin inná besta liðið meðan Mikkjal Thomassen hevur verið venjari.

– Mikkjal er eitt fótbólts-flogvit, sum eg havi lært nógv av. Eg læri allatíðina, og eg veit, at mín møguleiki nokk skal koma. Eg skal bara verða tilreiðar at taka av møguleikanum tá hann kemur.

Droymir um landsliðið
Hann hevur vunnið sær fast pláss á U21 landsliðnum, og hevur avrikað væl har. Men dreymurin hjá Børga er at sleppa at umboða A-landsliðið.

– Tað hevur altíð verið ein dreymur at sleppa á landsliðið. Eg fari at kempa og geva alt fyri, at tann dreymurin kann ganga út. Tað er tað størtsa hjá einum fótbóltsspælara – at umboða sítt land, sigur ungi klaksvíkingurin, ið ætlar sær enn fleiri minuttir á vøllinum fyri KÍ í ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. mars 2022

69 Leygardagur 19. mars 2022

Steypafinalan hjá kvinnum verður í kvøld

Kyndil og H71 bresta saman í Høllini á Hálsi klokkan 18. Talan er um tvey tey sterkastu liðini í føroyskum kvinnuhondbólti í ár

H71 skal royna at verja sítt heiti sum steypavinnari (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týskvøldið spældi Kyndil seinasta dystin í grundspælinum í hondbóltskappingini. Dysturin var í Vági móti VB og endaði 23-23.

Hetta er á pappírinum eitt úrslit, ið ikki varð væntað áðrenn, men tá hugt verður eftir dómaraseðlanum sæst, at talan var um eitt ungt Kyndils-lið - eitt 1. deildarlið. Bert ein leikari gekk aftur frá dystinum móti Neistanum farna vikuskiftið.

Orsøkin er, at kyndilskvinnur í kvøld skulu spæla steypafinalu. Harvið vóru Turið Arge Samuelsen, Krossteig Hansen-systrarnar og hinar spardar í týdningarleysa dystinum í Suðri. Nú snýr tað seg um hjá teimum grønkløddu úr høvuðsstaðnum at royna at yvirtaka trónuna aftur frá H71.

Hoyvíkskvinnur hava vunnið steypakappingina tvey tey seinastu árini. Kyndil vann síðst í 2019. Hesi liðini endaðu ávíkavist nummar eitt og tvey í grundspælinum í SMS-deildini, og tað er mest sannlíkt, at tey skulu spæla FM-finalur eisini. 

Steypafinalan varð útsett ein mánað, orsakað av evropeisku luttøkuni hjá H71. Í løtuni sær tað út til, at hon er av, men ein kæra fyriliggur.

Fyrsta bríksl í finaluni í kvøld verður klokkan 18. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2022

70 Leygardagur 19. mars 2022

Spæla um steyp og 10.000 krónur

Í samráð við tey luttakandi feløgini, hevur HSF gjørt av, at royndarkoyra niðara endaspæl við Final4 leisti. Finalan verður á bláum gólvi á Hálsi í dag

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í samráð við tey luttakandi feløgini, hevur Hondbóltssamband Føroya gjørt av, at royndarkoyra niðara endaspæl við Final4 leisti. Hetta verður bert galdandi fyri niðara bólkin hjá kvinnum í ár, hareftir leisturin verður eftirmettur á komandi limafundi.

Feløgini skuldu sostatt at spæla hálvfinalur á Skála fríggjakvøldið, StÍF móti H71 II og VB móti EB. Vinnararnir spæla síðani finalu á bláa gólvinum í Høllini á Hálsi í dag klokkan 15.30.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2022

71 Leygardagur 19. mars 2022

Føroyingar fyrireika seg til dystirnar móti Týsklandi

Føroyska manslandsliðið skuldi spæla móti Hvítarusslandi í hesari vikuni. Ístaðin verður landsliðssteðgurin nýttur at brýna seg til stóru avbjóðingina, sum er um beint undir ein mánaða

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Upprunaliga skuldi Føroyar spæla fyrra play-off dystin í 2. umfari í HM-undankappingini í hesi vikuni - á heimavølli móti Hvítarussland.

Síðst í februar gjørdist tó greitt, at Føroyar fara víðari uttan dyst, av tí at Hvítarussland er útihýst av altjóða hondbólti fyribils - hetta tí at Hvítarussland alment stuðlar russisku innrásini í Ukraina.

Landsliðssteðgur er á manssíðuni í Evropa, og í hann brúka Peder Bredsdorff-Larsen, hansara toymi og liðið til at fyrireika seg til stóru uppgávuna í apríl, tá tveir dystir móti Týsklandi eru á skránni. Týskarar eru risafavorittar - samanlagdi vinnarin fer víðari til HM-endaspælið, sum verður í januar 2023.

Manslandsliðið hevur venjingar í høllini og so eisini styrkivenjing í Burn. Millum leikararnir, ið venja við, eru millum annað blaðungi hoyvíkingurin Óli Mittún, ið hevur gjørt um seg í júst Burn-deildini í ár, og sum skiftir til Sävehof í summar. 

[object Object]
Mynd: Hondbóltssamband Føroya

[object Object]Við máli frá Teis Horn Rasmussen í seinasta minuttinum bastu Føroyar Italia (Mynd: Sverri Egholm)

Um hugt verður eftir úrslitunum í hesi vikuni er millum annað áhugavert at síggja, at styrkismetta Slovenia, ið hevur staðið seg væl í teimum flestu av teimum seinastu endaspølunum, akkurat megnaði at knógva Italia. Slovenar vunnu við einum máli - eins og Føroyar gjørdu móti Italia í Høllini á Hálsi í januar. 

Nú í vikuskiftinum verður greitt, hvørji lið koma til seinasta umfarið í undankappingini. Føroyar spæla í Týsklandi li mikudagin 13. apríl og á heimavøll leygardagin 16. apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2022

72 Leygardagur 19. mars 2022

- Eg havi lært at raðfesta og at leggja mær tíðina væl til rættis

Eva Winther Nagata úr Hoyvík spælir á sætta árið í bestu donsku flogbóltsdeildini og skal skjótt spæla í DM-hálvfinalunum. Hon hevur eisini roynt seg í Kanada - dagliga snýr tað seg um at sammeina flogbólt, lesnaði, sosialt lív og annað

- Tað ber væl til at sameina flogbóltskarrieruna og lesnaðin, og ein megnar nógv meira, enn ein heldur. Man lærir at planleggja og at gera beinharðar raðfestingar – venja, lesa, sova og eta
SkrivaÐ:

Innsent

Eg havi lært at raðfesta og at leggja mær tíðina væl til rættis, sigur Eva Winther Nagata úr Hoyvík, sum hevur spælt flogbólt uttanlands í seks ár – fimm ár í bestu donsku deildini og eitt ár í Kanada.

Hon mælir avgjørt øðrum føroyskum leikarum til, um høvi býðst, at bjóða seg fram at spæla uttanlands.

Eva spælir við AVS Elite, og tær liggja á fjórða plássi í bestu donsku kappingini. Í vár skulu tær spæla hálvfinalur í Volley-liguni. Hetta er fimta árið hjá Evu í bestu donsku deildini, og hon hevur harumframt spælt eitt ár í College-deildini í Kanada.

Flogbólturin fyllir nógv í gerandisdegnum, og at síggja tímatalvuna eina vanliga viku hjá Evu kann gera tey flestu pøst:

- Venja fýra kvøld um vikuna, umframt styrkivenjing tvær ferðir. Mánakvøld er videofundur og hóskvøld taktikkfundur. Harafturat koma so dystir um vikuskiftini. Og eftirsum AVS Elite er einasta liðið í Jútlandi, er eisini nógv ferðing í sambandi við dystirnar, sum fara við einum heilum degi um vikuskiftini. Eitt lið í deildini er í Odense og fimm lið á Sælandi, so langt er at koyra til útidystirnar.

Harafturat kemur so krevjandi lesnaður í búskaparfrøði við uppgávum og próvtøkum, sum har til hoyra. Eva lesur búskaparfrøði á fjórða semestri á universitetinum í Århus.

- Tað ber væl til at sameina flogbóltskarrieruna og lesnaðin, og ein megnar nógv meira, enn ein heldur. Man lærir at planleggja og at gera beinharðar raðfestingar – venja, lesa, sova og eta. At ganga í býnum ber til viðhvørt, hóast nógvar veitslur eru forsømdar hesi árini. Men tað sosiala lívið í sambandi við lestrarlívið verður eisini raðfest, og tað skilja liðfelagarnir væl.

Tað, at flogbólturin setir dagsskránna, kann tó sjálvsagt blíva eitt sindur hart viðhvørt.  Allur gerandisdagurin og allar feriur verða løgd til rættis eftir flogbóltinum.

Men fer hon at rokna allar upplivingarnar við, eru tær bæði nógvar og góðar, sigur Eva og nevnir lesnað í Kanada, oyggjaleikir, háskúlauppihald, fyri ikki at gloyma øll vinabondini, hon hevur knýtt gjøgnum flogbóltin.

- Eg havi sera nógv góð vinfólk her í Jútlandi, og flestu teirra kenni eg gjøgnum flogbóltin. Man skal ikki gloyma, at Danmark er eitt lítið land, so øll í donsku ”flogbóltsfamiljuni” kennast so ella so.

Spældi fyrst hondbólt - valdi flogbóltin frammum 
Eva spældi annars mest hondbólt, inntil hon 14 ára gomul fór á ISI, ítróttareftirskúlan í Ikast. Hon spældi við H71 og eitt ár í Kyndli. Men gentuhondbólturin var ikki tá – eins og nú – nóg høgt raðfestur í Hoyvík. Og veðrið var ov vánaligt til at spæla fótbólt, flennir Eva.

Hon var eisini – einans trettan ára gomul – úttikin til U17 landsliðið í flogbólti, og tað var kul og øgiliga motiverandi. So tá umsóknin skuldi sendast ISI, valdi hon flogbóltslinjuna fram um hondbólt.

Meðan Eva gekk í Hoydølum, spældi hon við Fleyr, og var eisini á teimum ymsu ungdómslandsliðunum, og so skjótt húgvan var komin á høvdið, gekk leiðin aftur til Ikast at spæla.

Flogbóltsfelagið í Ikast var júst komið upp í bestu deildina, og venjarin bað Evu koma at spæla við teimum. Samstundis gekk hon á ítróttaháskúlanum í Ikast – á crossfit linjuni – so hetta árið var nógv venjing.

Úr Ikast gekk leiðin til Århus at spæla á besta liðnum har. Samstundis suppleraði Eva alis- og evnafrøði, tí ætlanin var at lesa medisin í Århus.

Tá vóru brádliga boð eftir henni at koma til Vancouver í Kanada at spæla við liðnum hjá universitetinum har. Har fekk hon boðið eitt sokallað scholarship til universitetið. Hetta tilboðið var ov gott at siga nei til, so Eva flutti til Vancouver at spæla í College Liguni og samstundis lesa business administration.

Tá fyrsta kappingarárið var liðugt, fór Eva heim at halda summarfrí og arbeiða, og ætlanin var altíð at fara aftur til Vancouver og spæla eitt ár afturat. Men orsakað av koronu slapp hon ikki avstað aftur.

- Hetta var ein smeitur, tí eg vildi so fegin havt tikið eitt ár ella tvey afturat í Kanada, sigur Eva.

[object Object]

So tað bleiv til AVS Elite og búskaparfrøði í Århus, og tað hevur Eva ikki angrað. Hóast hon eisini hevði hugsað um Keypmannahavn sum lestrarbý, bleiv tað Århus.

- Tey flestu føroysku vinfólkini eru í Keypmannahavn, og tey sakni eg. Men eg vildi helst spæla her, og her havi eg eisini sera nógv vinfólk, sum eg kenni úr Ikast. Í roynd og veru hava tær flestu á liðnum gingið á eftirskúlanum ISI í Ikast.

Spurd, hvar henni so hevur dámað best at spæla, er svarið Kanada:

- Tað var stuttligast í Kanada. Tí alt gekk upp í eina hægri eind, sigur hon. Hon spældi fyri univeristetið, og allur lesnaðurin varð tí planlagdur eftir flogbóltinum. Venjingar um morgunin, dystir um vikuskiftið og sera gott samanhald, tí tær somu genturnar vóru saman alla tíðina. So tað var ein heildaruppliving, sum var ómetaliga góð, sigur Eva.

Hinvegin heldur hon, at í Danmark er flogbólturin sera professionelt skipaður, so tað er eisini ein fragd at spæla har.

Samanumtikið heldur Eva tað vera ógvuliga gevandi fyri føroyskar flogbóltsspælarar at royna at spæla uttanlands, og hon vil mæla øllum til at royna hetta, um og tá eitt høvi býðst. Tað kann sjálvsagt tykjast møtimikið at finna eitt nýtt lið og rætta støðið, men danski flogbóltsheimurin er í roynd og veru lítil, og mann skal rokna við, at øll eru sera hjálpsom.

Tað gevur heilt víst eisini føroyskum flogbólti nógv, um føroyskir leikarar fáa royndir uttanlands, og til dømis heldur Eva, at tað sæst í dag, at nógv ung fáa royndir á eftirskúlum.

Í Føroyum eru ikki so nógv lið, og man fær skjótt eina kenslu av, at man hevur spælt móti teimum somu alt sítt lív.

- Og so er tað altíð gott at fáa íblástur aðrastaðni frá”, heldur Eva Winther Nagata, og leggur afturat, at um onkur fegin vil í gongd, men ikki rættiliga veit, hvussu frægast er at byrja, eru tey vælkomin at ringja til mín. Eg rætti teimum fegin eina hjálpandi hond.

Flogbóltssamband Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2022

73 Leygardagur 19. mars 2022

KÍF vann óvæntað á SÍ – og tók bronsuplássið frá Drátti  

Hjá kvinnunum eru finaluluttakararnir funnir - hjá monnunum er enn ikki avgjørt hvat lið skal møta Fleyr í FM finaluni

(Mynd: Philip Freere)
SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
KÍF – SÍ 3-1 (25-22, 25-19, 15-25, 25-17) 

KÍF, sum tóktist hava lorkað sær bronsuheiðursmerkini burtur í ósigrinum fyri TB síðsta leygardag, vann mikukvøldið heldur óvæntað greiðan sigur á SÍ, og liggur nú rættiliga væl fyri at fáa hendur á bronsuni kortini.  

Tó bendi ikki nógv á tað úrslitið, tá SÍ legði seg á odda 16-12 í fyrsta settinum, men góðu servurnar frá Sofia Ponce løgdu trýst á móttøkurnar hjá SÍ, og tá so eisini blokkurin hjá KÍF stóð stinnur, so var brádliga 19-16 til KÍF, sum vann settið 25-22. 

Í øðrum setti var javnt til 10-10, tá SÍ fór at dragna, og KÍF vann 25-19. Í triðja setti minkaði KÍF um munin til 15-16, men frá 15-17 servaði Julia Kuvshinova settið heim fyri SÍ, sum vann 25-15
Talan gjørdist tó bert um tað “typiska triðja settið”, tí í fjórða setti var stórur munur á liðunum, og KÍF vann lættliga 25-17.       

Við teimum trimum stigunum liggur KÍF ógvuliga væl fyri at tryggja sær bronsumerkini, og vinna kollfirðingarnir trý stig ímóti TB í sínum seinasta – og einasta – dysti, sum er eftir, so krevur tað, at Dráttur skal vinna í minsta lagi fýra stig í sínum báðum írestandi dystum ímóti TB og oddaliðnum Fleyr, um Dráttur skal hava bronsuna.

Men seinasti dysturin hjá KÍF ímóti TB kann gerast lumpin, tí tað var ímóti júst teimum, at KÍF snávaði seinasta leygardag.  

SÍ og Fleyr í FM-finaluni
Fyri SÍ merkti ósigurin í gjár, at SÍ einans kann taka Fleyr aftur á fyrstaplássinum, um Fleyr einki stig fær í sínum báðum írestandi dystum ímóti Drátti og TB.

Annars verður tað Fleyr, sum fær heimavøll í fyrra FM-finaludystinum teirra millum, tí reglurnar siga, at liðið, sum er nr. eitt eftir sjálva landskappingina, eigur heimavøll í fyrru FM-finaluni.

Seinna FM-finalan er undir øllum umstøðum í Høllini á Hálsi í Havn og verður spæld leygardagin 2. apríl.  

Írestandi dystir:
18. mars: TB-Dráttur
26. mars: Dráttur-Fleyr, SÍ-Mjølnir, KÍF-TB 

Støðan:
Nr.  Lið  Dystir * Settmunur / Stig
1 Fleyr 13 * 25 / 34
2 SÍ 14 * 31 / 31
3 KÍF 14 * 2 / 22
4 Dráttur 13 * 3 / 21
5 TB 12 * -19 / 8
6 Mjølnir 14 * -32 / 4


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2022

74 Leygardagur 19. mars 2022

SÍ steig risafet móti FM-finalunum, men lagnan liggur í hondum á ÍF

Føroya Tele-deildin, menn: SÍ – Fleyr 3-0 (25-16, 27-25, 25-20)

(Mynd: Phil Freere)
SkrivaÐ:

Innsent

Á sjálvum 117-ára stovningardegnum fyri Sørvágs Ítróttarfelag syrgdi SÍ við 3-0 sigri á Fleyr fyri at útlitini fyri at koma í FM-finalurnar gjørdust rættiliga bjørt. Men enn eru ikki allar súður syftar, tí fær ÍF fimm stig í sínum báðum seinastu dystum, so skumpa teir SÍ av finalu-sessinum.

Hóast blíðir uttan fyri vøllin á 117-ára degnum, so var kortini ikki nógv gestablídni at síggja á sjálvum vøllinum hóskvøldið, har SÍ legði bragdliga fyri og legði seg á odda 13-4. Slíka leiðslu gevur SÍ ikki frá sær, og settið var lættliga vunnið 25-16.

SÍ stóð trýstroyndina
Annað sett byrjaði á sama hátt, sum tað fyrsta, har SÍ legði seg framum 5-2 og 7-4, men Fleyr vildi ikki sleppa og bardi seg upp á 12-12. SÍ legði seg framumaftur, men Fleyr hevði bitið seg fast og javnaði til 16-16 og fór síðani framum. SÍ javnaði aftur til 22-22, men megnaði ikki at rista Fleyr av sær.

Henda løtan tóktist sum tann stóra trýstroyndin av SÍ, tí tapti liðið hetta settið, so kundi tað fara at kosta stig – og í síðsta enda finalupláss. SÍ hevði tveir settbóltar, men hvørgin varð gagnnýttur. Mileta Vesovic syrgdi við góðum smassji fyri tí triðja settbóltinum, og hesa ferð eydnaðist at vinna eftir eina langa duell, har bólturin ferðaðist sjey ferðir yvir um netið, áðrenn Fleyr í áttandu royndini sló bóltin í netið, so at SÍ vann 27-25.

Tað kendist, sum nú var sloppið hjá SÍ, og eftir 5-5 í triðja setti vann SÍ seg framum 11-8, og tann munurin minkaði ikki aftur, og SÍ vann settið 25-20 og dystin 3-0.

Tolin trívst
Hetta var síðsti dysturin hjá SÍ í sjálvari landskappingini, og við 3-0 sigrinum hevur SÍ nú gjørt sítt og liggur avbera væl fyri at koma í FM-finalurnar, men avgerðin liggur kortini í hondunum á ÍF, sum framvegis kann taka finaluplássið frá SÍ.

Treytirnar fyri tí eru einfaldar: Tveir sigrar og fimm stig í tveimum dystum. Annar av dystunum er ímóti Fleyr og hin er ímóti greiða oddaliðnum Mjølni.

Tríggjar teir undanfarnu landskappingardystirnar ímóti Fleyr hevur ÍF allar vunnið við 3-1 umframt hálvfinaluna í steypakappingini, sum ÍF vann 3-0. Gevur næsti dysturin hjá ÍF ímóti Fleyr trý stig, so skal tað røkka ella støkka í dystinum ímóti Mjølni. Tveir av teimum undanfarnu trimum vann Mjølnir 3-1, men tann triðja vann ÍF 3-2. Og verður tað úrslitið einaferð afturat, so verður tað akkurát nóg mikið hjá ÍF fyri at koma í FM-finalurnar, har Mjølnir verður mótsøðuliðið.

Eftir ætlan skuldi dysturin millum ÍF og Mjølnir spælast sunnudagin, men dysturin er útsettur (nýggjur leikdagur er ikki ásettur enn). Leygardagin 26. mars spælir ÍF útidystin ímóti Fleyr. Hjá SÍ er ikki annað at gera, enn at bíða í tolni.

Støðan:
Nr Lið Dystir * Settmunur / Stig
1 Mjølnir 14 * 26 / 37
2 SÍ 16 * 14 / 30
3 ÍF 14 * 9 / 26
4 Fleyr 15 * -8 / 18
5 Ternan 15 * -44 / 0

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2022

75 Leygardagur 19. mars 2022

Vektlyfting: Niels Áki vann enn einaferð DM fyri juniorar

Niels Áki Mørk úr nýggja styrkifelagnum Stoyt í Havn vann farna vikuskiftið annað árið á rað danska meistaraheitið í olympiskari veklyfting fyri juniorar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Umframt at vinna gull í 67 kilo vektklassanum, vann Niels Áki samlaðu kappingina fyri allar vektklassar, tá ið sonevndu sinclair-stigini verða roknaði.

Vinnaralyftini vóru 89 kilo í trekk og 111 kilo í stoyt. Samanlagt 200 kilo. Sinclair-stigini vóru 274.

Við DM-junior í oktober í fjør vóru lyftini 85/105/190 kilo. Betringin er sostatt 10 kilo. Fyrradagin eyðnaðust nærum 92 kilo trekk og 115 kilo stoyt. Tað fyrra lyftið bleiv tó kastað afturum, meðan tað seinna bleiv kolldømt.

Nýliga eru stovnaði tvey nýggj feløg, Stoyt og Burn Athletics. Saman við landsdekkandi Styrkifelagi Føroya eru sostatt trý styrkifeløg undir Føroya Styrkisambandi.

Aðrar kappingar fyri framman eru DM í mai, Women GP Luxemburg í mai, DM-lið í juni, Føroyaleikir í juli, Int.Citade Spain í juli, NM Junior Ísland í okt/nov, NM Senior Finland í oktober/november og Felagskapping Styrki- og vektlyfing í november.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2022

76 Leygardagur 19. mars 2022

Eldri og yngri vektlyftari vunnu hvør sítt DM

Niels Juel Arge vann í masters og Niels Áki Mørk fyri juniorar

 
SkrivaÐ:

Innsent

Tveir føroyskir vektlyftarar lyftu seg til gull í donskum meistarastevnum í olympiskari vektlyfting herfyri. Báðir fara teir at luttaka á FM 2022, sum verður leygardagin í Virknishøllini í Finsen í Havn.

19 ára gamli Niels Áki Mørk endurvann síðsta vikuskiftið DM Junior í vektklassanum 67 kilo, og vann samlaðu kappingina í stigum. Lyftini vóru 89 kilo í trekk, 111 kilo í stoyt ella 200 kilo íalt.

Næstsíðsta vikuskiftið vann Niels Juel Arge vann DM Masters 55-59 ár í vektklassanum oman fyri 109 kilo. Niels Juel lyfti 82 kilo í trekk, 112 kilo í stoyt ella 194 kilo íalt.

Lyftini hjá teimum vóru sostatt nokkso jøvn, men stórur munur er kropsvekt og aldri, og ein lættari lyftari kann sætast við minni. Niels Áki er nokk størsta talentið í føroyskari vektlyfting í løtuni. Hann hevur nógv ár fyri framman, og framgongdin er støðug.

Í sjeyti- og áttatiárunum bleiv olympisk vektlyfting nógv íðkað í felagnum Bragdið í Havn.

Síðani var steðgur í trý áratíggju, men seinastu árini er gongd komin á aftur. Talið av lyftarum økist, feløgini undir Føroya Styrkisambandi eru blivin trý í tali, og málini eru høg, úti sum heima.

Niels Juel Arge var virkin vektlyftari í áttatiárunum, og lyfti tá sum 19 ára gamal undir venjing 115 kilo í trekk, 135 kilo í stoyt ella 250 kilo íalt (kropsvekt 84 kilo). Í kapping vóru lyftini 100 kilo í trekk, 130 kilo í stoyt ella 230 kilo íalt.

Í 1985 lyfti Andrias Andreassen í kapping 110 kilo trekk og 135 kilo stoyt, íalt 245 kilo (vektklassi 90 kilo). Annars gjørdu forsprákarar sum Bjarni Reynagarð og Helgi Nolsøe um seg í serliga sjeytiárunum.

Í 1980 lyfti Bjarni undir venjing 100 kilo trekk, 132,5 kilo stoyt, 232,5 kilo íalt (kropsvekt 73 kilo). Helgi er søguliga sæð sterkastur av øllum. Í 1980 lyfti hann 127,5 kilo trekk, 155 kilo stoyt, 282,5 kilo íalt (kropsvekt 95 kilo).

Í dag fær 35 ára gamli Leif á Bøgarði mest upp um høvd. Fyrr í ár 105 kilo í trekk, 131 kilo í stoyt ella 236 kilo íalt (kropsvekt 86 kilo).

Hjá kvinnunum er tað Anna Kristina Niclasen, sum er stinnast við 80 kilo í trekk, 100 kilo í stoyt, 180 kilo íalt (kropsvekt 67,6 kilo).

Sum gongdin er í dag við støðugt vaksandi tali av íðkarum, kvinnum og monnum, gevandi samstarvinum við Frank Petersen, venjara í AK Atlas í Slagelse og landsliðslvenjara hjá donskum kvinnunum, og nógva felagsarbeiðinum her heima, er gott í væntu.

Leygardagin kl 14 verður Føroyameistarastevnan 2022 í Virknishøllini í Finsen (Fimleikarhøllin í Kommunuskúlanum). Nógvar spennandi útlendskar kappingar eru eisini fyri framman, og í 2024 verða Føroyar vertsland fyri norðurlendsku meistarastevnuna. 

Tíðindaskriv frá Føroya Styrkisamband

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2022

77 Leygardagur 19. mars 2022

Fult stigatal til Jákup Petur

Annað umfar av Giant TT 22 kappingini varð súkklað leygardagin

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tórshavnar Súkklufelag skipaði um vikuskiftið fyri súkkluiapping, og aftur hesaferð var kappast í tíðarkoyring. Og aftur hesa ferð var tað Jákup Petur Eliassen, ið endaði ovast á sigurspallinum. 

Talan var um eitt umfar í Giant TT kappingini, ið er samansett av fimm kappingum í tíðarkoyring, sum Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri.

Fyri at kunna vinna kappingina samanlagt, skal súkklari hava luttikið í fýra av teimum fimm kappingunum, og tvær av kappingunum skulu vera koyrdar á vanligari kappsúkklu.

Teinurin leygardagin var tann sokallaði FM-klassikarin úr Havn til Kaldbak og aftur. 28,8 kilometrar við byrjan og máli við plantustøðuna við Hvítanesvegin.

Við einari miðalferð beint undir 40 kilometrar um tíman var tað Jákup Petur Eliassen, ið vann ein tryggan sigur. Nummar tvey gjørdist Gunnar Dahl-Olsen, og nummar trý Andrass Joensen.

Hjá kvinnum var tað Maria S. Hansen, ið vann, og hon tryggjaði sær harvið sjey stig.

Hjá monnum liggur Jákup Petur ovast við fullum stigatali, 14 stigum. Við sigrinum leygardagin, hevur Maria vunnið sær sjey stig. 

Komandi vikuskifti verður aftur kappast, men næsta kapping í Giant TT 2022 kappingini verður í 18. apríl, tá koyrt verður frá Hotel Føroyum, og so allan vegin niðan á Sornfelli. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mars 2022

78 Leygardagur 19. mars 2022

Havnarmenn á odda

Við einum knúsandi 4-0 sigri á klaksvíkingum løgdu havnarmenn seg einsamallar á odda í landskappingini í talvi

Havnin og Klaksvík telvaðu í Finsen. Á 2. borði fremst í myndini brestu skyldmenninir Eyðun Nolsøe (vm) og Carl Eli N. Samuelsen (hm) saman. Á 1. borði innan fyri síggjast Helgi Dam Ziska (hm) og Ólavur Simonsen (vm). Standandi síggjast Rani Nolsøe og Terji Petersen, sum mannaðu aftaru borðini hjá klaksvíkingum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Við einum knúsandi 4-0 sigri á klaksvíkingum løgdu havnarmenn seg farna vikuskiftið einsamallar á odda í landskappingini í talvi.

Havnar Telvingarfelag er nú eitt stig fremri enn Sandavágs Talvfelag fyri seinasta umfar, sum verður komandi vikuskifti. Tá hittast oddaliðini í einum finaludysti um FM-heitið.

Same procedure as every year!
Vit fáa aftur eina beinleiðis FM-finalu um føroyameistaraheitið í talvi fyri lið millum Havnina og Sandavág. Soleiðis hevur verið nú í nøkur ár, og soleiðis verður aftur í ár.

Havnar Telvingarfelag gjørdi ein ordans vørr í næstsíðsta umfari sunnudagin, og otaði seg eitt stig fram um Sandavágs Talvfelag. Óvæntað eydnaðist havnarmonnum at vinna á øllum fýra borðunum móti besta liðnum hjá klaksvíkingum. Hvørki Martin Poulsen ella Olaf Berg - ávikavist nummar tvey og trý hjá Havnini - vóru tøkir hesaferð, afturfyri var Eyðun Nolsøe komin afturíaftur hjá klaksvíkingum.

Á øllum borðum var telvað sisilianskt, og skarpur gjørdist hildarleikur. Luitjen og Sjúrður vunnu sannførandi á aftaru borðunum. Helgi telvaði væl á toppborðinum, men støðan var so mikið skørp, at Ólavur fekk eisini sínar møguleikar, men stórmeistarin royndist kringari, tá á stóð.

Á øðrum borði togaðust tveir fyrrverandi føroyameistarar. Eyðun Nolsøe (FM 1995) og Carl Eli Samuelsen (FM 2005). Eyðun kýtti seg at vinna endatalvið í hesum drúgvasta talvinum í dystinum, men til endans lumpaði Carl Eli mammubeiggjan og skákaði frúnna av honum. Beiskt og snópisligt hjá Eyðuni at lorka sær alt av hondum í einum og sama leiki eftir so nógvar tímar.

Vágamenn vunnu 3-1 á øðrum liði hjá klaksvíkingum. Dysturin var framskundaður, tí helvtin av vágamanningini spældi fótbóltsdyst í Betri-deildini sunnudagin. Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen hevur framvegis fult stigatal eftir níggju umfør, men Rógvi Egilstoft og Silas Eyðsteinsson máttu sættast við remis. Rani Baldursson telvaði væl á fyrsta borði hjá klaksvíkingum og stríddist heilhugaður fyri javnleikinum móti Rógva. Veteranurin Torkil Nielsen útinti sína skyld við sigri á fjórða borði.

Stigið, sum klaksvíkingar fingu móti vágamonnum, ber í sær, at teir eru tvey stig undan vestmenningum í sínamillum botnstríðnum undan seinasta umfari. Vestmanna og Havnin B telvaðu javnt í hesum umfarinum.

1. deild - 9. umfar

[object Object]

Støðan í 1. deild

[object Object]

Endabresturin

Tíggjunda og seinasta umfar í landskappingini í talvi verður leygardagin 26. mars. Tá hittast øll liðini í øllum deildum í einum stórum felagsumfari í Havn.

Og tá fellur avgerðin um FM-heitið í innanhýsis finaludystinum millum oddaliðini bæði, Havnina og Sandavág. Tann, sum vinnur dystin, verður føroyameistari. Endar dysturin javnur, verður Havnin føroyameistari.

Seinasta umfar í 1. deild er hetta:

10. umfar, 1. deild (26. mars)
Sandavágur - Havnin
Klaksvík - Havnin B
Vestmanna - Klaksvík B

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mars 2022

79 Leygardagur 19. mars 2022

Føroyar sum nýtt altjóða ferðamál fyri ítróttartiltøk

Mikukvøldið 23. mars verður sjóneykan sett á, hvussu vit í Føroyum kunnu hýsa altjóða ítróttarkappingum og - tiltøkum, við tiltakið á Hotel Hafnia, har danskur gestur við royndum á økinum vitjar

- At sleppa at kappast fyri Føroyar á heimavølli hevur stóran týdning - bæði fyri føroyskar íðkarar og fyri okkara tjóðarstoltleika og samleika. Harafturat skapa ítróttarkappingar og tiltøk virksemi hjá hotellum, matstovum, handilsvinnuni og mentanarlívi. Ofta í lágárstíð. Visit Tórshavn hevur bjóðað Finn Lyck úr Aarhus at tosa um evni
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar gera seg alsamt meira sjónlig á altjóða ítróttarpallinum, og at sleppa at kappast fyri Føroyar á heimavølli hevur stóran týdning - bæði fyri føroyskar íðkarar og fyri okkara tjóðarstoltleika og samleika.

Harafturat skapa ítróttarkappingar og tiltøk virksemi hjá hotellum, matstovum, handilsvinnuni og mentanarlívi. Ofta í lágárstíð.

Hugskotið og Visit Tórshavn skipa tí fyri verkstovu fyri ítróttarsambondum og -feløgum mikukvøldið 23. mars. Finn Lyck, sum hevur drúgvar royndir frá Aarhus Events undir Aarhus kommunu, sum seinastu árini hevur verði karmur um alskyns ítróttartiltøk, er boðin til Føroya at geva okkum íblástur og góð ráð.

Hann fer á tiltakinum at greiða frá, hví Aarhus sum býur valdi at raðfesta hetta økið, og hvønn týdning tað hevur ikki bara fyri ítróttin, men eisini fyri vinnulívið og mentanarlívið í økinum. Hann hevur eisini gjørt sær nakrar tankar um, hvussu Føroyar eisini kunnu gerast eitt ferðamál fyri ítróttartiltøk og hevur nógv góð ráð við sær í viðførinum.

Tiltakið er fyri starvsfólk og limir í ítróttarsambondum og -feløgum í Føroyum. Tað verður á Panorama á Hafnia mikukvøldið 23. mars klokkan 19 til klokkan 21.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2022