Leygardagur 21. mai 2022 | Nr. 21 | Árgangur 3 | Kr. 0,00
SíÐa 4
SíÐa 7
SíÐa 6
SíÐa 24
SíÐa 25
SíÐa 45
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Fyri fáum árum var tað óhugsandi, at sviar og finnar skulu sleppa neutralitetsprinsippinum, sum hevur verið styrkin hjá hesum báðum norðurlendsku tjóðunum í meira enn eitt mannaminni.
Men ein tápulig avgerð hjá einum stórlætisørum nærmast sjálvútnevndum einaræðisharra í heimsins størsta landi, um at vísa sína herstyrki fram og gera innrás í eitt grannaland, hevur nú vent evropeisku trygdarmyndini á høvdið.
Eftir at tað kalda kríggið støðgaði við fallinum av jarntjaldinum og Berlinmúrinum, hava vit í nú næstan tríati ár livað í vónini um at skilvísi og fólkaræði fór at valda í okkara parti av heiminum.
Men so er ikki. Øll hesi árini hevur ein antidemokratisk, neoliberal rørsla har ivasemi móti statinum og misálit mótvegis fólkaræðinum livað og vaksið seg alt sterkari. So sterk er henda rørslan nú, at hon er vorðin ein politiskur valdsfaktorur í fleiri londum. Eisini í norðurlondum, sum vit hava mett sum tey sterkastu fólkaræðini.
Í USA slapp hesin hugburður heilt inn í forsetaborgina seinasta valskeið, og tað var um reppi, at ikki sama hendi í Fraklandi.
Onkursvegna er Putin og hansara heimsfatan eitt úrslit av hesum sama hugburði. Vit hava sæð politikarar við andstygd fyri fólkaræðinum og einstaka menniskjanum vunnið seg fram í fyrrverandi vasalstatum undir gamla sovjett-stýrinum.
Og frekleikin tykist næstan markleysur, tá núsitandi ovasta sovjettin brúkti júst stríðið móti nasistiskum kreftum sum umbering fyri at leypa á grannalandið Ukreina. Vit skilja ikki, at slíkt letur seg gera.
Tað er óttin fyri, at nakað tað sama skal henda øðrum grannum hjá russisku bjørnini, ið hevur fingið uttanveltaðu norðurlondini til at biðja um at sleppa uppí vesturlendsku verjusamgonguna. Tey vilja tryggja sær hjálp, um Putin skuldi funnið upp á at gjørt nakað líknandi móti teimum.
Hetta er ræðandi – tað er ræðandi, at hesi sterku og verjufúsnu fólkini nú uppgeva sín gamla neutralitet, og biðja um at koma inn í Nato-samstarvið.
Nú er tað stórt sæð bara Føroyar, ið sita uttanfyri. Ella, tað gera vit ikki, men tað eru kreftir herheima, sum ikki hava sæð vandan úr eystri í eyguni, og framhaldandi royna at gera spurningin um ein eftirlitsradara til ein tjóðskaparligan stríðsspurning og mæla frá, at vitanin og ekspertisan á økinum sleppur at taka støðu til um hesin radari skal setast upp á Sornfelli ella ikki.
Tað er komin sandkassaklandur í málið, og tað er óvirðiligt fyri okkum føroyingar. Og eisini fyri tey, ið taka okkum í álvara, og ætla at fáa vesturlendsku verjuskipanina at hanga betur saman við at seta ein radara upp á okkara oyggjum.
Lat okkum busta sandin av knøunum og fáa tikið eina avgerð. Sig ja ella nei, og latum okkum so koma víðari við at byggja land.
Nýggja bryggjaríið í Havn er meira enn eitt bryggjarí
Tað hevur verið á veg síðan 2020, nýggja bryggjaríið á Hálsi í Havn. Og helst hevur tað gingið nakað longri, enn stigtakararnir høvdu ætlað at koma fram til dagin, tá latið varð upp fyri almenninginum.
Men í gjár upprann so dagurin.
OY er nevniliga ikki bara eitt bryggjarí við ambisjónum um at bryggja gott øl til fólk í Føroyum og í útheiminum. Bryggj-høllin í ovara enda á bygninginum hjá Havnar Timburhandli á Hálsi, verður eisini opin fyri almenninginum.
Italski bryggjarin, Alessandro Ersettigh í bakgrundini (Mynd: Sverri Egholm)
Meðan bryggjararnir – í løtuni eru teir úr Italia og Danmark – arbeiða við at bryggja gyltar skúmandi dropar at fylla á dósir og føt, so ber til hjá almenninginum at koma innar í høllina og hyggja. Eisini ber til at bíleggja sær eina rundvísing, har ein og hvør kann fáa nærri innlit í, hvussu arbeiðið fer fram á nýggjasta bryggjarínum í Føroyum.
Har er eisini eitt útsøluhøli, eins og tað sømir seg einhvørjum bryggjaríi í Føroyum í dag.
Men staðið er fyrst av øllum ein matsova og barr – ein brewpub – har ein kann koma inn og fáa skonkt eitt glas av staðsins dropum í glasið og samstundis keypa eina lætta máltíð úr køkinum.
Fólkini handan OY hava verið uttanlands at leitað sær íblástur til innrættingina, tí slík støð eru ikki óvanlig aðrastaðni. Køkurin er at meta sum tað, ið keypast kann á teimum støðum, sum kallast WarPig uttanlands, har sitið verður á beinkjum við borðini.
Vit tosa um mat, ið hóskar seg at eta aftur við øli, sjálvandi. Onkur kanska kallar tað mannfólkamatur, tí her er roykt, sterkt og kanska okkurt ræst eisini, gjarna etið við fingrunum. Vit tosa um kryddaðar pylsur, oksariv, skrætt svínakjøt, fiskur í øldeiggi og saltfiskabrandada við garnatálg. Men eisini minni mannfólkaligir salatkendir síðurættir verða at fáa eisini.
Fyribils hevur OY bert tvey sløg av øli at selja úr kranunum á brewbarrini og í øðrum barrum í býnum. Arbeiði við at bryggja og menna spennandi ølsløg í smærri nøgdum er farið í gongd, men hesi bryggj eru ikki klár at skeinkja kundum enn.
Tvey bryggj eru klár. Tann vanliga ølin, tann, ið verður bryggjað í stórum mongdum fyrst av øllum, er ein pilsnari, ið kallast Oyn OY, og er sera væl móttikin, sambært Petur Petersen, stjóra í OY, eisini kallaður Petur Øl.
Afturat Oyn OY er gjørd ein mild IPA, kallað Klikkhaze. Bara pilsnarin er tó enn at fáa í dós.
Eftir almennu upplatingina seinnapartin í gjár við røðum frá stjóranum og Heðini Mortensen, borgarstjóra, varð hølið latið upp fyri almenninginum at skoða, njóta og smakka. Her var tónleikur við eitt nú Telemama, Tinganest, Swangah og Impartial, og sum skilst rann bryggið lystiliga úr ølkranunum.
Nú um vikuskiftið er stongt, meðan gjørt verður klárt til at lata dyrnar upp til tann vanliga rakstrurin mánadagin. Opið er frá kl. 17 til 21, fríggjadag og leygardag frá 13 til 23.
Flekiri myndir frá upplatingini
Rúni M. Djurhuus, ein av partaeigarunum í OY saman við Einari Waag, stjóra í Føroya Bjór
Petur "Øl" Petersen, stjóri, og Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í OY (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mai 2022
Tvær veljarakanningar verða almannakunngjørdar í dag
At politiska landslagið í Føroyum er trupult at fáa skil á, verður prógvað í føroysku miðlunum í dag.
Tvær veljarakanningar vórðu almannakunngjørdar hósdagin. Gallup hevur gjørt eina, sum vp.fo ber, meðan Spyr.fo hevur gjørt eina, sum er at síggja á in.fo.
Og hóast tendensurin bendir á nakað tað sama, so er so stórur munur á teimum, at tær nærum peika í hvør sín rætning.
Kanningarnar eru samdar um, at samgongan missir valdið so dyggiliga, um løgtingsval var nú.
Spyr.fo gevur stóru andstøðuflokkunum, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi nógv størri framgongd, enn Gallup gevur. Sambært Spyr.fo fær Javnaðarflokkurin 31,0 prosent (10 tingsessir) og Tjóðveldi 21,1 prosent og 7 tignsessir , meðan Gallup gevur hesum flokkum ávikavist 28,5 og 19,0 prossent, og tað gevur ávikavist 10 og 6 tingsessir.
Stóru samgonguflokkarnir fáa nógv lakari undirtøku hjá Spyr.fo enn Gallup.
Sambært Spyr.fo fær Fólkaflokkurin 17,9 prosent og Sambandsflokkurin 14,2 – tað gevur 6 og 5 tingsessir. Hjá Gallup er øvugt. Har verður Sambandsflokkurin næststørstur við 21,0 prosentum og 7 tingsessum , meðan Fólkaflokkurin verður fjórstørstur við 18,4 prosentum og seks tingsessir.
Báðar kanningarnar eru samdar um, at Sjálvstýri ikki fær umboðan á tingi og at Miðflokkurin varðveitir síni tvey umboð á tingi.
Men Spyr.fo gevur Framsókn næstan tvífalt so stóra undirtøku, sum Gallup ger, og tí fær Framsókn trý umboð á tingi sambært Spyr.fo, meðan Gallup gevur Framsókn somu umboðan sum nú.
Kanningin hjá Gallup er gjørt í tíðarskeiðinum 10. til 16. mai, meðan Spyr-fo kanningin varð gjørd 17. mai.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2022
Prísurin fyri akfør størri enn 3.500 kilo fer úr 100 krónum og niður í 50 krónur
Nevndirnar í Pf. Vágatunlinum og Pf. Norðoyatunlinum hava avgjørt, at frá 1. juni verður prísurin fyri størri akfør yvir 3.500 kilo, lækkaðir úr 100 krónum og niður í 50 krónur.
Hetta er galdandi um ein hevur hald. Prísirnir fyri stakar túrar vera óbroyttir 300 krónur.
- Vit hava staðfest, at næstan 99 prosent av føroyskt skrásettu akførunum í hesum bólki hava hald. Flestu akfør sum gjalda 300 krónur eru útlendskir bussar, sigur tunnilsfelagið.
Kostnaðurin fyri akfør undir 3.500 kilo er framvegis hin sami, 20 krónur. Her er tó ein avsláttarskipan galdandi, so gjaldið ikki kann fara upp um 500 krónur fyri hvønn mánað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2022
Hóast talið á limum øktist við 256 fólkum í fjør, minkaði limatalið hetta sama tíðarskeiðið úr 78,7 niður í 78,0 prosent
Hóast limatalið í føroysku fólkakirkjuni er spakuliga vaksandi, so fækkast limirnir í mun til fólkatalið í landinum.
Hagstovan hevur í dag kunngjørt nýggjastu hagtølini fyri fólkakirkjuna, og hesi vísa, at tað á nýggjárinum vóru 41.857 limir í fólkakirkjuni. Tað eru 256 fólk fleiri enn eitt ár frammanundan.
Men lutfalslita limatalið er hetta sama tíðarskeiðið fallið við 0,6 stigum úr 78,6 til 78,0 prosent av samlaða fólkatalinum.
Í føroysku fólkakirkjuni eru 61 kirkjur og 26 prestar – sama, sum tey bæði árini frammanundan.
Lutfalsliga hevur fólkakirkjan flest limir í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi har 90.0 prosent av fólkunum hoyra til fólkakirkjuna. Tað er ikki tí, at hetta prestagjaldi við høvuðsstøð (prestagarði) í Hvalvík er væl mannað. Har er bert ein prestur til fimm kirkjur.
Lakastu undirtøkuna fyri fólkakirkjuni finst í Norðoya vestara prestagjaldi (Klaksvík). Har telja fólkakirkjulimirnir 61,1 prosent av samlaða fólkatalinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2022
USS Porter á Runavík og USS John Warner í Nólsoyarfirði
Amerikanska sjóverjan, US Navy, vísti seg heili tvær ferðir millum oyggjarnar týsdagin í hesi vikuni.
Nakað samstundis, sum kjarnorkurikni kavbáturin USS John Warner vísti seg í Nólsoyarfjørð fyri at seta sjúkan mann av, so hann kundi fáa sjúkrahúsviðgerð, legði stóri oyðarin USS Porter at í Runavík.
(Mynd: Sverri Egholm)
Skipið verður liggjandi í Runavík til í morgin, skrivar heimasíðan hjá Runavíkar havn.
USS Porter er av slagnum Arleigh Burke, sum verða brúkt til nógvar ymsar uppgávur hjá amerikanska herflotanum.
Á Runavík skal skipið bunkra, seta burturkast í land, taka vatn o.a.
(Mynd: portofrunavik.com)
Kavbáturin USS John Warner vitjaði í Nólsoyarfirði bert góða viku eftir, at ein annar kjarnorkurikin amerikanskur kavbátur, USS Indiana, støðgaði á út fyri høvuðsstaðin fyri at skifta ein av manningini.
USS John Warner er kavbátur av sama slag, sum USS Indiana. Hesir kavbátar kallast fyri ‘Virginia-class’.
Hesaferð var talan um ein sjúkan mann, sum skal innleggjast á Landssjúkrahúsið.
Arktisk kommando í Havn upplýsti fyri Portalinum, at proceduran hesaferð var tann sama sum seinast. Ein umbøn varð send frá amerikansku sendistovuni til føroysku uttanríkistænastuna. Kavbáturin kom upp í vatnskorpuna í Nólsoyarfirði, og setti sjúka mannin av nærum uttan at støðga á.
Sambært Marinetraffic dagaði kavbáturin upp úr sjónum millum Borðuna og Kirkjubønes um hálvgun ellivu tíðina og sigldi niðan á Gulan. Síðan varð kósin sett suður gjøgnum fjørðin aftur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2022
Sjúrður Skaale hevur spurt danska verjumálaráðharran um kavbátarnar á Nólsoyarfirði seinastu vikurnar
- Eg haldi, at tað hevur týdning at vit vita, hvat teir gera her hjá okkum, um teir hava neyðugu loyvini, og hvagar teir eru á veg. Og sjálvandi eisini um hetta er komið fyri fyrr, uttan at føroyskir myndugleikar eru kunnaðir, sigur Sjúrður Skaale.
Seinastu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at amerikonsk verjuskip leggja at í Føroyum fyri at bunkra, skifta manning og proviantera. Men tað hevur verið heilt óvanligt at síggja kavbátar á føroysku firðunum.
- Eg veit, at fólk hava sæð russiskar kjarnorkukavbátar uttanfyri grønlendsku strondina. Helst eru amerikanskir kavbátar har eisini. At teir nú síggjast um okkara leiðir staðfestir bara, at spenta støðan eystanfyri eisini merkist hjá okkum. At tað aftur er kríggj í Evropa.
Sambært grein í Berlingske frá 2015 hava tað verið 15 fráboðanir um kavbátar uttanfyri Grønland síðani 1980, harav nakrar hava verið eftir kalda kríggið. Í summum førum hevur danska verjan eisini jagstrað kavbátarnar.
- Fráboðanirnar eru helst bara toppurin av ísfjallinum, tí kavbátar skulu jú ikki síggjast. Tað er eisini tí at eg vil vita, um tyrlurnar og skipini hjá donsku verjuni yvirhøvur hava útgerð til at staðfesta kavbátavirkemi í okkara øki ella ikki, sigur Sjúrður Skaale at enda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2022
Arbeitt verður við eini varðandi loysn á ferðslutrygdini á vandamikla vegastrekkinum við Streymin
Nú verður okkurt gjørt við ferðslutrygdina á landsvegnum við Streymin.
Heimasíðan hjá Sunda kommunu skrivar í dag, at eftir fleiri ferðsluóhapp seinastu nógvu árini, hevur kommunan áhaldandi heitt á myndugleikarnar um at gera okkurt við trygdina á hesum teininum.
Nú verður arbeitt við at finna eina varandi loysn á ferðslutrygdini. Landsverk upplýsir, at fyrireikandi arbeiðið til eina varandi loysn er sett ígongd, og at arbeiði gongur eftir ætlan.
Onki verður sagt um, hvørjar ætlanir eru. Men sum fyribils ábót er avgerð tikin um, at hámarksverðin á vegastrekkinum einaferð komandi mánaða verður sett niður á 60 kilometrar um tíman.
Les eisini oddagrein um Blaðnum Vikuskifti 19. februar 2022: Rundkoyring nú
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2022
Hetta er gjørt við at selja lánsbrøv. Øll upphæddin verður brúkt til at rinda aftur lán, sum fellur til gjaldingar 2. juni, og sum ger, at landskassans skuld minkar við 200 milliónum krónum
2. juni í ár fellur eitt lánsbrævalán hjá Føroya Landsstýri, sum er 1,3 milliardir krónur, til gjaldingar. Føroya Landsstýri tók tí mikudagin eitt lán á 1,1 milliardir krónur við at selja lánsbrøv. Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og í útlandinum.
3. juni verða 200 milliónir krónur goldnar av landskassans gjaldføri, og sostatt minkar landskassans skuld við 200 milliónum krónum.
Nýggja lánið er eitt 2-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 2. juni 2024. Áljóðandi rentan er 1,25 prosent. Kursurin fyri lánið er 99,992 prosent og effektiva rentan, sum bæði tekur hædd fyri áljóðandi rentuni og kursin, er tí 1,254 prosent.
Seinast Føroya Landsstýri tók eitt tvey-ára lán var í 2020, og tá var áljóðandi rentan 0 prosent. Rentustøðið er sostatt hækkað fitt síðani juni 2020, og rentan fyri nýggja 2-ára lánið er tí væl hægri (ella 1,25 prosent hægri).
Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. Sølan av lánsbrøvunum gekk sera væl, og tá avtornaði vóru teknaðar munandi størri upphæddir, enn tær 1.100 milliónir krónurnar, ið tørvur var á.
Nú skuldin verður niðurgoldin við 200 milliónum krónum, verður nominella lánsbrævaskuld landskassans 3.743 milliónir krónur, sum er 18 prosent av BTÚ í 2021, upplýsir Landskassin í tíðindaskrivi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2022
Ein av stóru teknistovunum í Føroyum hevði eitt gott ár í fjør. Sjey milliónir eru settar av til vinningsbýti
Ein av stóru teknistovunum í Føroyum er teknistovan Spf. Kontrast, sum heldur til í Havn. Kontrast var stovnað í 2007 av Mayfinn Norðoy, arkitekti og Kára Dal-Christiansen, byggifrøðingini.
Kontrast hevur síðstu 15 árini staðið fyri fleiri stórum arkitekta uppgávunum í Føroyum. Nevnast kunnu t.d. Hilton Garden Inn, Hotel Brandan, Musikkskúlin í Havn, íbúðarbygningurin á Fløtum umframt aðrar byggiverkætlanir av størri og minni slag.
Niðanfyri viðgera vit roknskapin hjá Spf. Kontrast.
Roknskapurin hjá Spf. Kontrast vísur at bruttovinningurin øktist úr 7,3 milliónum í 2020 til 11,2 milliónir krónur í 2021. Vøksturin í bruttovinninginum í 2021 var 53,9 prosent.
Samlaðu starvsfólkakostnaðirnir í 2021 vóru 5,3 milliónir krónur, sum er ein vøkstur á 16 prosent í mun til 2020.
Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt ebidta, var 5,8 milliónir, sammett við 2,2 milliónir krónur í 2020, sum gevur ein vøkstur á 120 prosent.
Ársúrslitið hjá Kontrast í 2021 var eitt avlop á 4,7 milliónir krónur sammett við 1,8 milliónir í 2020. Tá hevur landskassin fingið 1 millión krónur í partafelagsskatti.
Á aðalfundinum hjá Spf. Kontrast vóru settar 7 milliónir krónur av til vinningsbýti til eigararnar.
Fíggjarjavnin hjá Spf. Kontrast var íalt 11,8 milliónir krónur í 2021, samanborið við 7,7 milliónir krónur í 2021.
Serliga kann síggjast at støðisognirnar eru minkaðar úr 4,4 milliónum í 2020 til 1,1 milliónir krónur í 2021. Harnæst er áogn frá atknýttum virkjum økt við 5,5 milliónum krónum. Hetta stavar frá, at Kontrast Holding hevur keypt føstu ognina frá dótturfelagnum Spf. Kontrast í 2021.
Tøki peningurin hjá Kontrast øktist úr 800.000 krónum í 2020 til 2,6 milliónir krónur í 2021.
Spf. Kontrast er væl fyri fíggjarliga. Eginognin er økt úr 5,3 milliónum í 2020 til 8,5 milliónir krónur í 2021. Trygdarevnið er tískil 72 prosent í 2021 sum verður mett at verða gott.
Langfreistaða skuldin er fallin úr 700.000 krónum í 2020 til 500.000 í 2021. Stuttfreistað skuldin er økt úr 1,6 milliónum í 2020 til 2,8 milliónir krónur í 2021.
Partaeigari í Spf. Kontrast er Spf. Kontrast Holding, sum Mayfinn Norðoy og Kári Dal-Christiansen eiga.
Sambært heimasíðuni hjá Kontrast eru 14 fólk í starvi á teknistovuni.
Stjóri er Mayfinn Norðoy, arkitektur og Kári Dal-Christiansen, byggifrøðingur er nevndarformaður.
Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2022
Løgmaður setti stóru fiskivinnustevnuna Atlantic Fair týsdagin
Týsdagin var stóra fiskivinnustevnan, Atlantic Fair, sett í ítróttarhallunum í Klaksvík. Hópin av fyritøkum, bæði úr Føroyum og uttan úr heimi vísa fram sínar vørur, við tilknýti til fiskivinnu og sjólív.
Tað var Bárður á Steig, løgmaður, sum setti stóru stevnuna.
Í setanarrøðu síni kom løgmaður eitt nú inn á týdningin av at tryggja eina burðardygga fiskivinnu. Hann segði millum annað:
- Heilsan hjá okkara tjóð er framvegis bundin at sjónum. Tí skulu vit altíð tryggja okkum at havsins tilfeingið verður brúkt til tess at tryggja varðandi virði fyri okkara fólk. Hetta skal verða gjørt uttan at oyðileggja møguleikan hjá framtíðar ættarliðum at gera tað sama. Hetta er okkara fremsta raðfesting.
- Føroyar eru millum bestu matvøruframleiðarar og -útflytarar í heiminum. Men okkum tørvar størri fokus á tilvirkingarhættir og gransking av fiskastovnunum. Vit skulu eisini menna nýggjar og meira munadyggar og burðardyggar loysnir til alivinnuna.
Løgmaður nevndi í hesum viðfanti eisini tørvin á at menna burðardyggar loysnir til ferðafólkavinnuna og kanna vakstrarmøguleikarnar fyri kunningartøkni, grøna tøkni og maritimar tænastur.
- Atlantic Fair er av stórum týdningi í hesi menning. Tí stevnan kann vísa fram ta tøkni, ið er neyðug. Og tí hon kann savna fyritøkur og avgerðartakarar.
Atlantic Fair gekk fyri seg í tríggjar dagar, týsdagin, mikudagin og hósdagin.
Jens Kristian Vang, myndamaður, var til staðar tá Atlantic Fair. Sí allar myndirnar her
Áki í Skemmuni, fyriskipari av Atlantic Fair
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2022
Týsdagin kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Nakað minni var skrásett av sild og nakað meiri av svartkjafti í føroyska kanningarøkinum enn í fjør
Aftur í ár er meira enn onnur hvør norðhavssild í føroyska kanningarøkinum av stóra árganginum frá 2016, og tað vil siga, at hesin árgangurin nú er bulurin í vaksna stovninum.
Mesta sildin stóð norðarlaga í kanningarøkinum, norðari enn undanfarnu árini, meðan lítið og onki var at síggja suður móti føroyska landgrunninum og á Íslandsrygginum.
Svartkjaftur, hinvegin, var fingin upp at føroyska landgrunninum, á og móti Íslandsrygginum og eystast í kanningarøkinum.
Sera nógv av eitt og tvey ára gomlum svartkjafti var at síggja. Greiðar ábendingar eru nú um, at árgangurin frá 2020 er góður og helst er 2021-árgangurin yvir miðal. Sera lítið var av eldri svartkjafti.
Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, ES (Danmark) og Russlandi. Hini skipini eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum.
Samlaða nøgdin av norðhavssild frá øllum rannsóknarskipunum verður roknað á fundi um hálvan juni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2022
Teldutænastan heldur fram á Smyrilsvegi - vinnuligi parturin verður nú lagdur aftur at Framskák
Framskák er ein fyritøka, sum við loysnum innan fundartøkni og kunningarskipanir hjálpir fyritøkum í sínum samskifti og dagliga virksemi. Nú hevur Framskák keypt Teldutænastuna.
Meðan Framskák og Teldutænastan báðar fáast við tøkni, so er tað ymiskt, hvar denturin hevur verið lagdur. Meðan Teldutænastan hevur fingist við teldutænastur, kopi og prent og KT-support, so hevur Framskák lagt fullan dent á fundartøkni, kunningarskipanir og -skíggjar.
Við hesum styrkir Framskák sostatt um toymið, men eisini um tænasturnar.
– Hetta snýr seg um at gagnnýta hvønnannan. Við at leggja saman kunnu vit økja um samlaða virksemið, sigur Sigmund Mikkelsen, stjóri, sum setti Framskák á stovn í 2013.
Síðani tá hevur tað gingið við rúkandi ferð hjá Framskák. Við meira enn 300 fundarhølisloysnum, 400 kunningarskíggjaloysnum og 20 starvsfólkum í tali, er tað einki at siga til, at tørvurin á slíkari tøkni og tænastu talar fyri seg.
– Hetta er eitt natúrligt stig í menningini hjá Framskák, leggur stjórin afturat.
Teldutænastan fer ongan veg, men heldur fram á Smyrilsvegi sum vant. Tað er bara tann vinnuligi parturin hjá Teldutænastuni, sum legst aftur at Framskák.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2022
Raksturin av m.a. Portalinum gav 1,3 milliónir í avlopi í roknskaparárinum 2021/22
Smápartafelagið Knassar, sum eigur tíðindaheimasíðuna Portal.fo og lýsingaskipanina Vevlýsingar, hevði eitt gott ár í fjør.
Roknskapurin, sum gongur frá 1. mars 2021 til 28. februar 2022, vísir eitt úrslit á 1,3 milliónir krónur, og tað er nógv tað besta úrslitið hjá felagnum til dato.
Úrslitið er eisini munandi betri enn árið frammanundan, tá ársúrslitið vísti eitt hall á 4,8 milliónir krónur. Men tá skal takast við, at felagið í fjør niðurskrivaði alt tað bókførda virðið á tíðindaheimasíðuni, áljóðandi 4,2 milliónir krónur.
Roknskapurin fyri 2021/22 vísir, eitt økt virksemi í felagnum við tað at bruttuvinningurin er farin úr 2,5 milliónir upp í 5,9 milliónir meðan starvsfólkaútreiðslurnar hetta árið eisini eru øktar úr 2,7 til 3,8 milliónir krónur.
Felagið hevur framhaldandi negativan eginpening, svarandi til -4,6 milliónir, sammmett við -5,9 millónir krónur árið frammanundan. Hinvegin er leiðslan bjartskygd tá tað kemur til framhaldandi raksturin av felagnum.
“Leiðslan er nøgd við nettoavlopið í ársroknskapinum. Sølan er munandi økt seinastu tíðina og nýggjar tænastur eru verksettar í árinum. Leiðsla felagsins sær tí ljóst uppá framtíðina, hóast eginognin framvegis er negativ. Avtalur við peningaognarar viðvíkjandi gjaldstreytum eru gjørdar fyri komandi roknskaparárið. Rakstrarætlan er gjørd, ið vísir væntað nettoavlop í komandi rakstrarárið. Leiðslan væntar, at við verandi treytum frá ognarum felagsins, kann virksemið halda fram”, stendur at lesa í ársfrágreiðingini.
Niklái Nysted er stjóri í Spf. Knassum. Nevndarlimir eru Bárður Kass Nielsen, formaður, Ingvør Dalbø Mikkelsen, Niklái Nysted og Jón Nysted.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2022
Reyta.fo er nýggj talgild tænasta, sum gevur føroyingum møguleika at deila kundaupplivingar við aðrar føroyingar
Tey flestu kenna líknandi skipanir úr útlandinum, men onkursvegna hava vit ikki megnað at fingið eina føroyska ummælisskipan.
Hetta er nú broytt. Reyta.fo er ein nýggj talgild tænasta, ið gevur føroyingum møguleika at deila kundaupplivingar við aðrar føroyingar.
Heimasíðan er serment til føroyska marknaðin, og loyvir brúkarum at ummæla partafeløg, smápartafeløg, tænastur, nethandlar o.t. Tað er upp til brúkaran sjálvan, um hann ynskir at verða almennur ella dulnevndur, verður sagt í tíðindaskrivi.
Tó skulu allir brúkarir skrásetast og góðkenna treytirnar fyri at reyta.
Hugsjónin handan Reyta er, at føroyingar eiga at standa saman um tær góðu kundaupplivingarnar, sum í Føroyum kunnu betrast á nógvum økjum.
- Tað skal heilt einfalt verða lættari og meira gjøgnumskygt hjá borgarum at vita hvørjir veitarar eru teir bestu innan sítt økið. Skráset tína reyting á reyta.fo og ger mun – Føroyum og føroyingum at frama.
Tað er Rógvi Sivertsen, sum eigur reyta.fo, og John Syderbø er stjóri í felagnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2022
Kontrast, Henning Larsen North Atlantic, MAP Arkitektar, SNA, Zeta Arkitektar/Brim Arkitektar og undangóðkend at vera við í kappingini. Uppskotini skulu vera inni 25. august
Ætlanin at byggja tjóðleikhús er komin eitt stig longri á leiðini, nú Uttanríkis- og mentamálaráðið og Landsverk hava bjóðað til arkitektakapping fyri undangóðkendum toymum at gera uppskot til eitt nýtt tjóðleikhús á Eystara Bryggju í Havn.
Eitt tjóðleikhús hevur stóran mentanarligan týdning fyri okkara samfelag og skal vera á høgum byggilistarligum støði, og bjóða bestu karmar fyri leik- og pallist á hægsta stigi.
Verandi umstøður hjá Tjóðpalli Føroyar eru ikki nøktandi, og ynski hevur leingi verið um at fáa eitt tíðarhóskandi tjóðleikhús. Ynskið er tí at finna fram til bestu loysnina, sum lýsir snið, bygnað, ætlan, staðseting, atkomu, kostnað, hvussu bygningurin er skipaður, og hvussu hann háttar sær í sambandi við nærumhvørvið.
Grundarlagið fyri kappingina er kappingin um staðseting av Tjóðleikhúsinum, sum hildin varð á vári 2021, við tillagingum í mun til heildarætlanin fyri Eystara Havnarøki, ið Tórshavnar kommuna síðani gjørdi við íblástri úr hugskotskapping, sum varð hildin á heysti 2021.
Kappingaruppskotini skulu vera inni 25. august 2022, og verður miðað ímóti at vera liðug við dømingina 5. sep. 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2022
Arbeiðið við nýggju tunlunum Norður um Fjall hevur gingið væl, og nú er komið í helvt
Arbeiðið við tunlunum Norður um Fjall gongur væl og er nú helvtin av arbeiðinum gjørt. Hugnaløta var í Árnafirði mánadagin í hesum ambandi.
Landsverk skrivar, at framdriftin hevur verið góð og er nú skotið í alt 1.192 metrar Hvannasundsmegin og 937 metrar Árnafjarðamegin. Tað, sum eftir er at skjóta, eru 1.003 metrar Hvannasundsmegin og 953 metrar Árnafjarðamegin.
Umboð fyri Klaksvíkar kommunu, Viðareiðis kommunu og Hvannasunds kommunu, arbeiðsfólk hjá LNS og Articon, og Landsverk vóru við á staðnum til ein betri bita.
Eftir ætlan skal skulu tunlarnir verða lidnir í 2024. Samlaða metingin í verklagslógini er 522 milliónir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2022
Eftir at hava hildið til í einum av søguligu bygnunum hjá J.F. Kjølbro, flytir Norðoya Kunningarstova í nýggj høli á Biskupstorginum
Mánadagin var móttøka í Biskupstorginum, har Norðoya Kunningarstova framyvir fer at húsast, eftir hava hildið til í gamla Isengram í mong ár, ið er ein av søguligu bygningunum hjá J.F. Kjølbro.
Kunningarstovan liggur við nýggju staðsetingini í hjartanum í býnum. Harvið blívur kunningarstovan ein partur av einum miðdepli, saman við nógvum øðrum virksemi, sum heldur til á Biskupstorginum. Nýggja staðstetingin gevur kunningarstovuni nýggjar møguleikar fyri øktum virksemi, sum verður ein sjónligur partur av býarlívinum, sigur Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2022
Pollastova er heitið á nýggjari café í Sørvági, sum er staðsett mitt í bygdini
Mikudagin læt nýggj café upp í Sørvági. Tað eru hjúnini Amy og Jan Jacobsen sum eiga og reka Pollastovu, og Amy sigur, at hetta er ein gamal dreymur sum nú gerst veruleiki.
Sørvágs kommuna skrivar, at hølini eru nýumvæld og hevur pláss fyri 26 gestum.
Pollastova hevur, við síni frálíku staðseting mitt í bygdini, í nógv ár verið karmur um vinnuligt virksemi. Tey sum í dag eru rættiliga tilkomin minnast, tá ið Josta og Dánial høvdu handil har, og í 1978 fluttu Lena og Jóhan á Ørg handilin úti á Lið, heim í bygdina, í Pollastovu.
Aftaná tað hevur verið kiosk, og seinni handil við barnaklæðum í Pollastovu. Seinastu árini hevur einki virksemi verið í Pollastovu, men hetta broyttist í vikuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2022
Talan er um gomlu skrivstovuna hjá J.F. Kjølbro, og harvið ein søguligan bygning, ið nú millum annað verður bjálvaður
Íverksetarahúsið, sum síðan stovnsetan í 2007, hevur hildið til á gomlu skrivstovuni hjá J.F. Kjølbro, verður í hesum døgum dagført. Arbeiðið fevnir um, at húsið verður bjálvað og síðan verður puss, sum er eitt lag av kálki, lagt uttaná. Eisini verður nýggj rýmingarleið og inngongd gjørd, partur av el-arbeiðinum verður gjørt av nýggjum, umframt ábøtur á rør og kloakk viðurskifti í søguliga bygninginum.
Ábøtur á bygningin eru seinnu árini framdar líðandi, bæði innan og uttan. Dentur hevur allatíðina verið lagdur á, at tryggja søguliga bygningin hjá Klaksvíkar kommunu soleiðis, at allar umvælingar verða framdar í tráð við upprunaliga bygningin og søguna á staðnum.
Av umvælingum og dagføringum seinastu árini kunnu nevnast millum annað snotiligu fundarhølini og kvistur á loftinum, nýggjar skrivstovur í miðhæddini og nýggjur køkur, sum bleiv settur upp í fjør.
Arbeiðið, sum nú verður framt, kostar áleið 2 milliónir krónur. Arbeiðstakarar eru Olivar Olsen, timburmeistari, Norðhús, Fremja Spf. Løggildir EL-Innleggjari, Anskar Hansen, málarameistari og sp/f Ingolf Hansen, múrari.
Tíðindaskriv frá Klaksvíkar kommunu
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2022
Arbeiðið fer helst at taka umleið eina viku
Fyri stuttum varð gamla graslíki tikið av fótbóltsvøllinum á Sandavági, ið mest verður nýttur til ungdómsfótbóltur hjá 07 Vestur.
Nú fær Valloyran nýtt graslíki. Arbeiði er farið í gongd og roknað verður við, at tað fer at taka umleið eina viku.
Tað skrivar Vágaportalurin. Talan er um umhvørvisvinarligt graslíki av slagnum DOMO, har Ide Møblar er veitari.
Valloyran er ein av trimum fótbóltsvallum, í fullari stødd, í Vágum. Vøllurin stendur beint við krikjuna í Sandavági.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2022
Articon fer nú í gongd við arbeiðsveg til innkomuveg og tunnil til Havnina
Tórshavnar kommuna skal gera nýggjan innkomuveg frá rundkoyringini á Hvítanesi og niðan undir Brúnna og haðani tunnil út í Marknagil. Partur av verkætlanini er gjørd, t.d. nøkur vegastrekki og brúgvar.
Endamálið við hesi verkætlanini, sum nú er undirskrivað, er at fyrireika arbeiðið við komandi vega- og tunnilsarbeiðnum frá Eysturoyartunlinum. Avtalan umfatar avgrevstur fyri arbeiðsvegi og innslagi til tunnil undir Brúnni.
Tað er Articon, sum skal gera hetta arbeiðið. Myndirnar eru tiknar í gjár, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, undirskrivaðu sáttmálan um arbeiðsvegin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2022
Tekur við sum administrativur leiðari í Sydhavns Teater 1. oktober
1. oktober fær Sydhavn Teater í Keypmannahavn nýggjan administrativan leiðara. Marita S. Dalsgaard, sjónleikari, leikstjóri og núverandi forkvinna í Listafólkasambandinum Lisa, tekur tá við í nýggjum starvi sum umsitingarligur leiðari á leikhúsinum.
Tað boðaði Sydhavn Teater frá í tíðindaskrivi í gjár.
- Marita hevur stóran eldhuga fyri palllist og er før fyri at sameina bæði tað lokala og tað altjóða. Hon kemur við breiðari vitan frá sínum útnorður samstarvi, sum hóskar til ætlanirnar hjá Sydhavn Teater fyri at fáa fleiri norðurlendsk og altjóða samstørv í lag.
- Eg eri sannførd um, at Marita við sínum dygdum fer at seta ferð á menningina, sum longu er í gongd á Sydhavn Teater, og eg gleði meg til at arbeiða saman við henni. Tað er eitt týdningarmikið stig fyri leikhúsið at fáa ein umsitingarligan leiðara, og við Maritu hava vit fingið ein kapasitet umborð.
Soleiðis sigur Mille Maria Dalsgaard, leiðari fyri leikhúsið um valið av Maritu.
- Við nógvum royndum innan fyriskipan, verkætlanum, umsiting og listarligari menning og framleiðslu er Marita S. Dalsgaard ein vinningur fyri Sydhavn Teater. Umframt at hava teir førleikar, ið starvið krevur, hevur hon eisini listaligar royndir og innlit, bæði úr Danmark, men serliga úr Føroyum, har hon hevur virkað hetta seinasta áratíggjuð, leggur hon afturat.
Marita S. Dalsgaard er útbúgvin sjónleikari frá Odense Teater og hevur eisini diplomútbúgving sum listarligur leiðari frá Scenekunstens Udviklingscenter í Odsherred.
Sydhavn Teater er skipað undir Keypmannahavnar kommunu, og heldur til í Karens Minde Kulturhus og Østre Kapel.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2022
The Great Escape var ein succes, sigur leiðarin fyri FMX, Faroese Music Export. Føroysku bólkarnir Joe & the Shitboys, Brimheim, Kóboykex og Marius Ziska luttóku
Føroysku orkestrini, sum farna vikuskiftið vóru í Brighton í Onglandi og luttóku festivalinum The Great Escape, kláraðu seg væl.
Talan var um eitt væleydnað tiltak, staðfestir Glenn Larsen, leiðari fyri Faroese Music Export, sum, saman við G! Festivalinum, skipaði fyri ferðini til hetta umfatandi tónleikatiltak, sum savnar tónleika-fyriskiparar úr øllum heiminum.
Tey fýra føroysku nøvnini vóru Brimheim, Joe & the Shitboys, Kóboykex og Marius Ziska.
Konsertin hjá Joe & the Shitboys fekk enntá umrøðu í stóra tónleikamiðlinum NME Magazine, sum metir konsertina at vera millum tær bestu á festivalinum. Framførslan verður umrødd sum “a total roacblock”, tí hon savnaði so nógv fólk.
Føroysku tónleikanøvnini gjøgnumførdu sínar framførslur sum ætlað, og øll gjørdu ein “svært god figur”, sigur Glenn Larsen, ið lýsir túrin sum eina stóra success..
- Á okkara egna ‘showcase’ var hølið fult og tað stóðu fólk í bíðirøð fyri at sleppa inn, eins og NME umrøður.
Bassspælarin Mikael Blak, ein av limunum hjá Marius Ziska lýsir tað soleiðis.
- Føroyska umboðanin á TGE eydnaðist sera væl. Tað at “showcase’in” hjá FMX og G! Festivalinum var allarfyrst á skránni, og at har vóru so nógv og týdningarmikil fólk, skapti eitt “buzz” um føroysku bólkarnar. Allastaðni vit vóru, komu fólk at rósa framførslunum, og vit komu í samband við nógv fólk innan tónleikavinnuna.
- Fleiri av hesum komu á seinnu konsertina vit spældu. Tá FMX presenterar føroyska tónleikapallin so sterkt, skapar tað eina umtalu, og hettar má fylgjast upp við fleiri líknandi tiltøkum/festivalum, so tað endar við at (FO) merkið aftanfyri ein artist uttanlands er eitt kvalitetsstempul, sigur Mikael Blak.
Myndirnar frá The Great Escape hevur Jamie MacMillan tikið
Kóboykex
Joe & the Shitboys
Brimheim
Marius Ziska
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2022
Dynamit og Joe & the Shitboys eru tveir av bólkunum, sum skulu seta lív í stóra festivalin í Klaksvík í summar
Summar Festivalurin kunngørdi mikudagin fýra bólkar afturat, sum vera við á festivalinum í august. Bólkarnir eru ymiskir og spæla alt frá poppi og rocki til punk og hip hop, og teir kunnu veruliga seta lív í áhoyrarafjøldirnar.
Niclas Heri Jákupsson, ein av oddamonnunum í Dynamitt (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Ein av best umtóktu bólkunum á Summar Festivalinum gjøgnum árini verður við aftur í ár.
Dynamit hevur havt Vágsbø sum eitt slag av heimavølli, og nú eru teir til reiðar at hava framførslu aftur á landsins størsta tónleikatiltaki. Dynamit hevur síðan áttati árini skapt og spælt fangandi popptónleik, sum er lættur at syngja við til og njóta. Sangir sum »Grøv nummar 13«, »Pápi tín býr ei í Tórshavn«, »Ein vátur og kaldur drongur«, »Bangin«, »Hví gongur Tom altíð skít« og aðrir hava verið hitt, og teir rigga framúr væl sum festivalsangir.
Joe & the Shitboys høvdu væleydnaðar framførslur í Brighton um vikuskiftið (Mynd: Jamie MacMillan)
Joe & The Shitboys eru nakað av tí frískasta og festligasta, sum finst í føroyskum tónleiki í løtuni. Teir spæla punktónleik við fullari ferð og gera alt meira vart við seg uttanlands.
Joe & The Shitboys hava seinastu tíðina havt fleiri konsertir í Onglandi, og teir skulu spæla á Roskilde Festivalinum í summar. Nú eru teir til reiðar at rista og skaka Summar Festivalin við framligum punktónleiki.
Marius DC (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
Fyri trimum árum síðani útgav Marius DC fyrsta sangin, og síðan hevur gingið ein veg hjá unga rapparanum úr Havn. Hann hevur útgivið fleiri útgávur, hann hevur vunnið heiðurslønir, og fyri kortum vann hann tónleikakappingina Sement. Hann hevur veruliga vunnið fram sum eitt av mest spennandi nýggju nøvnunum í føroyskum tónleiki. Marius DC skrivar og framleiðir tónleik sjálvur, og nú fer hann at hava framførslu á Summar Festivalinum.
Danny og Ingi
Teir eru sterkir solistar og hava skapt stór hitt hvør sær, men teir eru eisini framúr, tá ið teir framføra saman. Danny Baldursson úr Klaksvík og Ingi Poulsen úr Vági hava samstarvað nógv seinnu árini. Teir hava skrivað tónleik saman, og teir hava havt nógvar felags framførslur. Danny & Ingi fara at hava framførslu á Summar Festivalinum í ár.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 4. til. 6. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2022
Festivalurin í Klaksvík kunnger fimm nøvn afturat til festivalin í august
Summar Festivalurin kundi fríggjadagin kunngera fimm nøvn afturat til ársins festival - alt kvinnur.
Lena Anderssen er millum tær størstu tónlistakvinnurnar í Føroyum. Síðan seint í 1990’unum hevur hon sum skrivað, útgivið og spælt tónleik heima og burturi. Hon hevur gjørt langa røð av frálíkum sangum, og tað hevur altíð verið dygd og tyngd í hennara tónleiki. Lena Anderssen og bólkur hennara spæla á Summar Festivalinum í ár.
Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum. Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Tú spælir við meg« og »Náttin var okay«. Herborg Torkilsdóttir hevur framførslu í Tjaldinum á Summar Festivalinum.
Brímhvítt er óskrivað blað á føroyska tónleikapallinum. Hetta er ein spennandi, nýggjur bólkur, sum skrivar og spælir popptónleik. Tey royna seg fram við ymiskum sjangrum í einstøku sangunum, og tey hava bæði dirvi og hegni til tað. Við songkvinnuni Bjørk á odda verður tú drigin inn í eina verð av stórum og djúpum kenslum og fangandi melodium.
Dugnaliga songkvinnan Ester Kristiansen er eitt av yngru nøvnunum á føroyska tónleikapallinum, men hon hevur seinni árini havt fleiri hitt, eitt n+ú »Fívil«, »Aftur til mín« og »Elska teg«. Ester hevur serstaka rødd, og hon dugir væl at leggja huglag og kenslur í sínar sangframførslur. Nú skal Ester framføra á Summar Festivalinum á fyrsta sinni.
SWAY er jazz trio. Marianna Winther Nagata, Katrina Olsen og Dania O. Tausen syngja livandi og sera undirhaldandi løg, a capella. Trioin dregur serligan íblástur frá jazztrioini The Andrews Sisters, ið gjørdist kend í 1930. Tær verða lýstar sum eitt frískt lot innan føroyska tónleikamentan við at taka fólk á bóli við sínari karismu og skemtiligu framførslum. Tónleikurin er undirhaldandi og huglagið smittandi, og hesum fáa gestirnir á Summar Festivalinum gleði av.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 4. til 6. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2022
Voxbotn kunngerð enn eitt navn, sum fer at framføra 25. juni
Hann kom brakandi inn á danska hip-hop pallin í 2004 og fekk gullplátu fyri sína debut-útgávu.
Síðani komu enn fleiri hitt og eitt lív á yvirhálingarbreytini við óteljandi tímum á motorvegnum, í backstage hølum við lokkandi freistingum og veitslum til tann ljósa morgun. Hetta lívið fekk tó ein bráðan enda, tá Niels Roos (Niarn) hvarv í freistingum og misbrúki, sum í 2014 endaði við lívshóttandi fylgjum og einum túri á intensivari deild.
Eftir hetta tagnaði røddin, men Niels Roos fótaði sær, og eftir óteljandi áheitanir ger hann nú - nógv ár seinni - comeback.
Hansara fyrsta konsert í 2022 var útseld eftir fáum tímum, so vit gleða okkum til eitt show í heimsklassa, tá rapplegendan Niels Roos – betur kendur sum NIARN – ger comeback á Okkara Voxbotn 25. juni 2022.
Frammanundan er greitt, at Tobias Rahim, Hugorm, Boyzlife, Tungewaag, Reiley, Michael Learns to Rock, Rasmus Hagen, Brimheim og Safir eisini fara at framføra á Okkara Voxbotn 25. juni 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2022
Væl samanspældi og rutineraði tungmálsbólkurin Týr trínur á pallin 25. juni
Skráin til Voxbotn 2022, leygardagin 25. juni, gerst bara størri og størri. Fríggjadagin kundi Voxbotn kunngera, at tað fer at runga á Vágsbotni, tá eitt av teimum heilt tungu nøvnunum í føroyska tónleikaheiminum, nevniliga rokkbólkurin Týr, eisini fer at framføra á Voxbotn.
Týr hevur seinastu nógvu árini ferðast kring heimin, har teir hava spælt í Russlandi, Norður- og Suðuramerika og kring Evropa. Nú fara teir at seta lív í fjøldina á Voxbotn 2022, og tað verður ikki spart uppá krútið; tá væl umtókti, væl samanspældi og sera rutineraði tungmálsbólkurin trínur á pallin 25. juni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2022
Sigmund hitar upp til konsertina í Perluni í kvøld
Fyri einum ári síðani var TeleMama eitt fullkomuliga ókent navn, men síðani Sement 2021 hava hesir ungu menninir ment til eitt av absolutt heitastu nøvnunum í Føroyum
TeleMama hava fangandi løg, sparka reyv á pallinum og so eru teir bara super sjarmerandi. Ja, teir hava faktiskt allan pakkan.
Men tað endar ikki har, tí TeleMama eru eisini munandi meir produktivir enn teir flestu bólkarnir. Og nú standa teir klárir við eini heilari útgávu, sum teir nú fara at deila við verðina. Frumframførslan av nýggju heildarútgávuni verður í Perluni í Tórsgøtu í Havn í kvøld.
TeleMama vera tó ikki heilt einsamallir, tí teir hava fingið ongan annan enn Sigmund Zachariassen at hita upp. Sigmund er ein einmansherur, sum vil nakað. Og tá vit tosa um produktiv listafólk, so er Sigmund absolutt ein teirra. Hann spælir m.a. við í Joe and The Shitboys, Ranchus og Kóboykex, men hesaferð kann hann upplivast sum Sigmund.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2022
Tað er óvanligt, at várkonsertin er uttanfyri høvuðsstaðin, men soleiðis verður nú leygardagin. Edvard Nyholm Debess er gestasangari á fyrstu stóru konsertini hjá manskórinum í Suðuroynni
Á hvørjum ári skipar Tórshavnar Manskór fyri tveimum stórum konsertum. Talan er um jólakonsertina, sum liggur miðskeiðis í sangárinum, og várkonsertini, sum í roynd og veru endar sangárið hjá kórinum.
Higartil eru flestu várkonsertirnar hildnar í høvuðsstaðnum, men tað verður øðrvísi í ár, tí hesaferð verður árliga várkonsertin hjá Tórshavnar Manskóri hildin í Salt á Tvøroyri.
- Hetta er fyrstu ferð síðan koronafarsóttin byrjaði tíðliga í 2020, at Tórshavnar Manskór skipar fyri einari várkonsert, og kórið hevur vant eina fjølbroytta skrá, har sungið verður á fleiri málum, føroyskum, donskum, íslendskum, svenskum, týskum, enskum og latíni, og innihaldsliga er skráin rættiliga fjølbroytt.
Konsertin leygarkvøldið, 21. mai, verður tann fyrsta stóra konsertin hjá Tórshavnar Manskóri í Suðuroy, og kórið gleðir seg til at sleppa at syngja í stásiliga Salt á Drelnesi.
- Vanliga, tá Tórshavnar Manskór skipar fyri konsert, so eru gestasangarar og gestatónleikarar við, og soleiðis er eisini hesaferð. Gesturin hesaferð er Edvard Nyholm Debess, sum tónleikaliga spennir øgiliga víða. Hann hevur eina øgiliga spennandi rødd og er sera áhugaverdur at hoyra.
Konserin verður skipað soleiðis, at Tórshavnar Manskór byrjar og syngur helvtina av sínari skrá, síðan kemur Edvard Nyholm Debess, og Eyðun Mohr Hansen, sum spælir gittar saman við Edvardi, at framføra tvey løg saman við einum bakgrundskóri við sangarum frá manskórinum, og síðan kemur Tórshavnar Manskór aftur á pallin.
Konsertin byrjar klokkan 19.30. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá Salt, og við dyrnar beint áðrenn konsertin byrjar.
Tórshavnar Manskór varð stovnað í 1986 av Bjarna Restorff og Kára av Reyni. Kórið er øgiliga virkið og hevur vanlig ár hópin av framførslum. Umframt tær føstu konsertirnar um várið og á jólum hevur kórið millum 30 og 40 framførslur um árið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2022
Myndevnini á nýggju frímerkjunum eru fyrsta bókin á føroyskum, flotoyggjar, Föroya Bjór og lívrunnin list
Mánadagin 16. mai komu nýggj frímerki út frá Posta.
Myndevnini á nýggju frímerkjunum eru fyrsta bókin á føroyskum, flotoyggjar, Föroya Bjór og lívrunnin list.
Posta skrivar soleiðis um frímerkini:
Lívrunnin list
Hendan frímerkjarøðin vísir verk hjá trimum listarkvinnum, ið hvør á sín hátt, hvør við sínum teknikki og tilfari skapa fjálgandi verk, tengd at føroyskari náttúru og føroyskum tilfari. Vit eru so von við náttúrulýsingar og bygdalýsingar í føroyskari list. Men í hesum verkum er náttúran sjálv tilfarið, og hyggjarin følir og luktar blómur, ull og tara. Tað mjúka og tað hála, tað sterka og hvassa, tað fagurt reyða og tað fløskugrøna.
At veva, binda, seyma og brodera er túsundáragomul list, ofta undirmett og yvirsæð. Men kanska broyting verður smátt um smátt í so máta. Eitt rák í okkara tíð tykist vera áherðsla á stuttflutt tilfar, endurnýtslu og náttúruverju, eisini í listini, og Jórunn D. Poulsen, Astrid Andreasen og Tita Vinther umboða allar hetta rákið.
Flotoyggjar
Í nógvum oyggjasamfeløgum finnast hugmyndir um sokallaðar flotoyggjar. Oyggjar, sum onkursvegna koma rekandi uttan av havi, hvørva aftur, ella taka botn og verða partur av oyggjabólkinum, ofta orsakað av gandi ella líknandi atgerðum av fólki á staðnum.
Í so máta eru Føroyar onki undantak. Flestu smáu oyggjarnar hava okkurt slag av flotoyggjasøgn knýttað at sær – eisini Svínoy og Mykines, sum júst hesi frímerkini mynda.
Anker Eli Petersen legði til rættis.
Fyrsta bókin á føroyskum í 1822
Í 1822 bleiv fyrsta bók á føroyskum prentað. Tað var H.C. Lyngbye, sum gav “Færöiske Qvæder om Sigurd Fofnersbane og hans ætt” út. Teksturin var Sjúrðarkvæðini, skrivað eftir munnligari frásøgn, sum hon vísir seg í føroyskum dansi, sum er samansettur av søgu, sangi og rørslu.
Ole Wich hevur sniðgivið.
Sepac 2022
Myndevnið fyri ársins Sepac-frímerkjaútgávu er ”drykkjuvørur” – og í Føroyum slepst ikki undan at nevna fremsta virkið á økinum, bryggjaríið Föroya Bjór, sum nú í brátt hálva aðru øld hevur veitt føroyingum drykkjuvørur – øl og sodavatn av ymsum slag – og her, seinastu árini eisini destillerað bryggj.
Snið: Anker Eli Petersen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2022
Ongantíð áður hevur eitt land fingið so nógv stig frá hyggjarunum
Tað var Ukraina og bólkurin Kalush Orchestra, sum vann stóru sangkappingina Eurovision leygarkvøldið.
Við lagnum “Stefania” fekk Ukraina 631 stig frá hyggjarum og dómsnevndunum. 192 stig komu frá dómsnevndini, og tað hevði verið nokk til eitt fjórða pláss, men hyggjararnir góvu Ukraina 439 stig. Bara 29 stig frá tí mest møguliga.
Hetta er hægsta talið á stigum, sum ein Eurovision-vinnari hevur fingið.
2022: Ukraina, Kalush Orchestra, ”Stefania”.
2021: Italia, Måneskin, ”Zitti E Buoni”.
2020: Eurovision varð avlýst orsakað av koronu.
2019: Niðurlond, Duncan Laurence, ”Arcade”.
2018: Ísrael, Netta, ”Toy”.
2017: Portugal, Salvador Sobral, ”Amar Pelos Dois”.
2016: Ukraina, Jamala, ”1944”.
2015: Svøríki, Måns Zelmerlöv, ”Heroes”.
2014: Eysturríki, Conchita Wurst, ”Rise Like a Phoenix”.
2013: Danmark, Emmelie de Forest, ”Only Teardrops”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2022
Bæði vinnandi bólkurin, Kalush Orchestra, og politikarar í Ukraina vænta, at tað ber til at hava Eurovision í Ukraina næsta ár, hóast tað orsakað av krígnum í løtuni tykist ivasamt
Leygardagin vann Ukraina ársins útgávu av Eurovision Song Contest í italska býnum Torino. Tað var Kalush Orchestra, sum vann við sanginum "Stefania".
Ukraina, sum áðrenn finaluna eisini var stórfavorittur at vinna, fekk tilsamans 631 stig. 192 stig komu frá dómsnevndunum, og hyggjararnir góvu Ukraina 439 stig – 29 stig frá tí mest møguliga.
Tá eitt land vinnur Eurovision sleppur tað at vera vertur fyri kappingini árið eftir, men við krígnum í Ukraina eru fleiri, ið ivast í, um tað fer at bera til at hava altjóða sangkappingina á ukrainskari jørð komandi vár.
Men í Ukraina ætla tey sær at halda kappingina.
Ukrainski mentamálaráðharrin, Oleksandr Tkatjenko sigur, at hann er í ferð við at finna fram til hóskandi støð, har Eurovison kann haldast, men spyrt tú ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, so hevur hann eitt greitt ynski.
Ukrainski forsetin sigur, sambært The Guardian, at hann vónar at kunna hava Eurovision í hersetta havnabýnum Mariupol, sum hevur verið sera hart raktur av krígnum.
– Okkara dirvi hevur hugtikið heimin, og tónleikur okkara hertekur Evropa. Næsta ár fer Ukraina at vera vertur fyri Eurovision, sigur hann.
– Vit fara at gera okkara besta fyri, at vit ein dagin kunnu hýsa luttakarum og gestum í ukrainska Mariupol. Frælsur, friðarligur og enduruppbygdur.
Zelenskyj leggur afturat, at hann er vísur í, at sigurin ikki er langt burtur.
Kann verða ein avbjóðing
Martin Österdahl, ið hevur ovastu ábyrgdina av Eurovision, ásannar, sambært Ritzau, at tað kann gerast ein avjóðing fyri Ukraina at hýsa Eurovision í 2023.
– Nú byrja vit saman við sjónvarpsrásini hjá vinnandi landinum, UA:PBC at gera klárt til 2023. Tað er greitt, at har eru nakrar serstakar avbjóðingar í mun til vertskapin fyri næsta Eurovision, sigur hann.
Hann leggur afturat, at samstarv tó er um at finna hóskandi rammur fyri næstu kappingina.
Kalush Orchestra siga eisini, at teir rokna við, at Ukraina fer at kunna vera vertur í 2023.
– Næsta ár fer Ukraina við gleði at vera vertur fyri Eurovision og øllum Evropa í einum nýggjum, integreraðum og glaðum Ukraina, søgdu teir á tíðindafundi eftir at hava vunnið leygarkvøldið.
– Sjálvandi er tað ov tíðliga at tosa um okkara ætlanir, men vit vilja sjálvandi gera alt fyri, at fáa næsta Eurovision til eitt nýtt, friðarligt Ukraina.
Onnur lond hava takkað nei
Í løtuni er tað tó ikki møguligt hjá Ukraina at skipa fyri slíkum tiltaki. Landið er í undantaksstøðu, og hetta merkir m.a., at eingi stór tiltøk mugu haldast, og eisini er útferingarforboð í pørtum av landinum um kvøldarnar.
Hetta er fyrstu ferð í søguni hjá Eurovision, sum gongur heilt aftur til 1956, at eitt krígsherjað land hevur vunnið kappingina. Noyðist Ukraina at droppa vertskapin, verður tað tó ikki fyrstu ferð.
Seinast hetta hendi var í 1980, tá Ísrael hevði vunnið kappingina tvey ár á rað. Seinna árið bar ikki til at hava kappingina av fíggjarligum orsøkum, og tí varð Holland vertur í staðin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2022
Esbjerg-orkuavtalan millum Týskland, Niðurlond, Belgia og Danmark varð undirskrivað mikudagin
Týskland, Niðurlond, Belgia og Danmark undirskrivaðu í gjár eina avtalu, har londini plikta seg til at økja um orkuframleiðsluna frá vindi til havs.
Avtalan var undirskrivað á toppfundi í Esbjerg, og verður tí kallað Esbjerg-avtalan.
Tað snýr seg um at framleiða minst 65 GW úr havvindi í 2030 og økja máttin til minst 150 GW í 2050. Hetta fer at kunna veita grønan streym til upp móti 230 milliónum evropeiskum húsarhaldum, skrivar Ritzau.
Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna, skrivaði undir avtaluna Danmarkar vegna. Vegna Týskland var tað Olaf Scholz, samveldiskanslari og fyri Niðurlond og Belgia vóru tað forsætisráðharrarnir Mark Rutte og Alexander De Croo.
- Vit skulu gera okkum leys av gassinum hjá Putin, vit vilja skapa fleiri túsund arbeiðspláss og vit vilja skapa eina grønari og tryggari framtíð fyri okkum øll, segði Mette Frederiksen á tíðindafundi í Esbjerg.
Eisini Ursula von der Leyen, forkvinna fyri ES-nevndini, var við, og hon vísir á ovurstóra týdningin, sum avtalan fær fyri at loysa ES frá russiskum gassi.
Tey fýra londini gerast før fyri at kunna framleiða helmingin av grøna streyminum frá havvindi, sum ES hevur brúk fyri til tess at náa veðurlagsmálunum fyri 2050.
Á toppfundinum vóru eisini orkumálaráðharrarnir við, og fleiri avtalur vórðu gjørdar á orkuøkinum. Eitt nú ein avtala millum Danmark og Belgia, um at Belgia kann knýta seg í fyrstu orkuoynna í Norðsjónum.
Londini standa eisini saman um at menna neyðuga el-undirstøðukervið í Norðsjónum. Tá tær ymsu orkuoyggjarnar og havmyllulundirnar verða knýttar saman, gerst undirstøðukervið bíligari og veitingartrygdin størri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2022
Heimsins størsta vetnisverksmiðja fyri 7,5 mia. kr. skal byggjast sunnan fyri Esbjerg
Avtalan, sum nú um dagarnar varð gjørd millum Danmark, Týskland, Niðurlond og Belgia at fara undir eina bókstaviliga risastóra havvindorkuætlan í Norðsjónum fer at fáa alstóran týdning fyri danska havnabýin Esbjerg, sum seinastu 50 árini hevur tænt olju- og gassvinnuni í Norðsjónum.
Danska orkuoyggin, sum verður kjarnin í danska partinum av vindorkuútbyggingini í Norðsjónum.
Nú skal økið sunnan fyri Esbjerg, gerast út til eina sera umfevnandi vetnisframleiðslu, ið fer at kosta 7,5 milliardir krónur. Hetta kom fram samtíðis, sum stjórnarleiðararnir í teimum fýra londunum saman við forkvinnuni í ES nevndini skrivaðu undir sáttmála at seta upp 10.000 vindmyllur í Norsjónum komandi árini.
Ursula von der Leyen segði eftir undirskrivingina, at útbyggingin av havvindi er sera týdningarmikil ikki bert í bardagnum móti veðurlagsbroytingum men so sanniliga eisini fyri at gera Evropa óheft at fossialari orku úr Russlandi. Og hon nevndi eisini, at júst Norðsjógvurin er av allarstørsta týdningi fyri at røkka málunum við havvindorku.
Talan verður um tær hægstu myllurnar, sum verða gjørdar í dag, og skal ein fjórðingur av teimum setast upp í danska partinum av Norðsjónum. Tá myllurnar fara at framleiða um nøkur ár skulu tær standa fyri 65 GW, gigawattum. Í dag verða framleidd 2,5 gigawatt í Danmark.
Vindorkan skal síðani flytast til m.a. økið við Esbjerg, har ein nýggj verksmiðja skal framleiða vetni úr vindorkuni. Talan er um sonevnda Power-to-X framleiðslu, sum skal framleiða vetni (hydrogen) úr vindorku og elektrolysu. Framleiðslan skal vera klár í 2025. Avtala er gjørd við amerikanska fyritøku um at lata elektrolysupartin til verkmiðjuna, sum fer at liggja í Veldbæk nær Esbjerg. Hetta verður størsta avtala av sínum slag nakrantíð. Verksmiðjan skal kunna framleiða 100.000 tons av grønum vetni um árið, sum skal brúkast í orku- og flutningssektorunum í Norðurevropa.
Framleiðslan skal kunna nøkta tørvin hjá 15.000 stórum akførum um dagin. Grønt vetni er eftir øllum at døma framtíðin, tá talan er um alternativa orku við ongum ella líltum útláti.
Keldur: Jydske Vestkysten, Reuters, Berlingarin og Politiken.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2022
Norska stjórnin hevur avgjørt at gerast skulu stórar íløgur í vindmyllur til havs og fer í hesum sambandi at lata loyvi til vindmylnulundir uppá tilsamans 30 gigawatt innan 2040
Tað fer at kunna metta nærum alla norsku streymnýtsluna í dag. Talan er um tilsamans 1500 vindmyllur til havs. Hetta var kunngjørt á einum tíðindafundi í vikuni, har fleiri av mest týðandi ráðharrunum í stjórnini luttóku við Jonas Gahr Støre (Ap) forsætisráðharra á odda. Hinir vóru Trygve Slagsvold Vedum (Sp) fíggjarmálaráðharri, Jan Christian Vestre (Ap) vinnuráðharri og Terje Aasland (Ap) orku- og oljuráðharri.
- Í dag leggja vit fram eina sera umfevnandi ætlan um at útbyggja havvindorkuna, soleiðis at vit innan 2040 lata loyvi til havvindorkuframleiðslu uppá 30.000 megawatt sigur Støre. Við hesi ætlan ber til at framleiða streym uppá 120 terawatttímar (TWh) um árið. Árliga norska streymnýtslan er í dag uppá 140 TWh. Við hesi ætlan verður farið frá tveimum havvindmylnulundum í dag til umleið 1500 havvindmyllur um 20 ár.
Norski olju- og orkuráðharrin Terje Aasland fegnast um, at havvindmyllur nú verða raðfestar høgt (Mynd: NTB)
Fyri at kunna geva pláss til havvindmyllur fer stjórnin at lata upp øki, sum eru fimm til seks ferðir størri enn tað, sum longu er latið upp í syðra partinum av Norðsjónum. Tá fer havvindur at leggja seg á 1 % av norska havøkinum. Ætlanin er at lata fyrstu loyvini í 2025. Hetta er okkara mál sigur forsætisráðharrin.
Olju- og orkuráðharrin Terje Aasland heldur, at henda útbyggingin fer at útvega nógv nýggj arbeiðspláss. Málið er eisini at økja um streymútflutningin við 50% í 2030.
Vindmyllur til havvindlundina Hywind Tampen, sum Equinor stendyr fyri og er tann fyrsta havvindmylnulundin á norska landgrunninum (Mynd Equinor)
Í vinnuni og hjá fakfeløgunum, sum leingi hava mælt til hesa gongdina, verður tikið sera væl ímóti nýggju ætlanini hjá stjórnini at útvega meira streymorku frá havvindmyllum. Tað fer at vera við til at tryggja verandi arbeiðspláss og skapa grundarlag fyri nýggjum grønum ídnaðararbeiðsplássum í Noregi.
Tað eru tó ikki allir flokkar, sum eru so fegnir um nýggju ætlaninar, tí tær eiga at hava nógv hægri mál. Fleiri andstøðuflokkar hava eisini mótmælt, at tað gongur ov seint við útbyggingarætlanunum og vilja hava stjórnina at vera meira ítøkiliga.
Ein partur av ætlanunum er eisini at miðja móti útflutningi av streymi uppá longri sikt við at leggja kaðalar á havbotnin til evropeiska meginlandið. Í fyrstu atløgu er tó ætlanin at flyta streymin til Norra. Norski fíggjarráðharrum Verdum sigur, at endamálið er at elektrifisera allan tann norska landgrunnin eins og skapa arbeiðspláss kring alt landið. Eisini skal sjálvt elnetið byggjast út.
Eisini stjórin í Norsk Olje og gass, Hildegunn Blindheim, er væl nøgd við útspælið hjá stjórnini. - Hetta hava vit í vinnuni eftirlýst nú í langa tíð. Loksins verður lurtað eftir okkum. Tað fer at skapa grundarlag fyri nógvar ymsar veitarafyritøkur at vera partur av havvindmenningini.
Hóast norski staturin nú leggur fram eina rættiliga umfevnandi og ambitiøsa ætlan fyri útbygging av havvindi, so heldur vindorkuvinnan, at tað gongur ov seint, og at málini als ikki er nóg høg. Tí mælir hon til at trýfalda málini hjá stjórnini, skrivar e24.
Havvindorka hevur veruliga fingið vind í seglini kring alt Evropa. Her eru tað so fyrst og fremst londini kring Norðsjógvin, sum vilja taka av avbjóðingini og sum seta sær uppaftur hægri mál enn Noreg. Bretland hevur t.d. sum mál at framleiða 50 gigawatt, Niðurlond 22 gigawatt, Skotland hevur longu latið loyvi til 25 gigawatt, eitt nú eisini hjá grannunum Hetlandi og Orknoyggjum. Týskland hevur sum mál 30 gigawatt og Belgia 8 gigawatt. Eisini Svøríki hvur sett sær hægri mál enn Norra. Við hesum í huga verður funnist at norsku stjórnini fyri ikki at seta sær nóg høg mál, men kortini er móttøkan av útmeldingini frá stjórnini sum heild góð.
Tað er annars ikki bara sum at siga tað at fara undir útbygging av havvindmyllum, tí tað kostar nógv meira enn at seta upp vindmyllur á landi. Kortini hevur verið stór mótstøða móti stórum vindmyllum, sum skemma landslagið. Tí halda alt fleiri politikarar, at miðjast skal móti vindmyllum til havs.
Arbeiðið er í gongd uppá at útbyggja fyrstu norsku havvindmylnulundina Haywind Tampen, sum norska orkufelagið Equinor stendur fyri.
Eisini hjá grannanum fyri sunnan, Hetlandi, verða havvindmyllur raðfestar høgt í framtíðar orkumenningini. Har er ætlanin at seta upp hundraðtals vindmyllur bæði á landi og til havs komandi árini. Í hesum sambandi hevur Føroya Orkuídnaðarbólkur, FOÍB bjóðað kendum bretskum orkuserfrøðingi, Gunther Newcombe til Føroya á vitjan. Her skal hann kunna myndugleikar og eisini almenningin um verkætlanina "Orion", sum skal rudda slóð fyri grønu orkuleiðini í Hetlandi umframt at veita streym til raksturin av verandi og komandi olju- og gasspallum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2022
Noreg gongur á odda at taka CO2 útlát úr brenningini av burturkasti, og hevur fingið sín fyrsta altjóða kunda, CO2 frá burturkastinum í milliónabýnum London
Í farnu viku varð ein heldur, óvanlig men ikki minni týdningarmikil, avtala undirskrivað millum Noreg og Bretland. CO2 útlátið frá brenning av burturkasti í milliónabýnum London skal í framtíðini goymast í undirgrundini í norska partinum av Norðsjónum.
Tað vóru teir báðir forsætisráðharrarnir, Boris Johnson og Jonas Gahr Støre, sum settu síni fingramerki á hesa kollveltandi avtaluna sum part av royndunum at verja veðurlagið. Tað er norska verkætlanin nevnd “Langskip”, sum hevur fingið sín fyrsta altjóða kunda skrivar e24 sambært VG.
Noreg er eitt av londunum, sum raðfestir fangan og goymslu av CO2 útláti, eisini nevnt CCS, sera høgt, og hevur í hesum sambandi sett stórar upphæddir av. Hetta hendir um somu tíð sum Noreg roynir at nøkta part av gasstørvinum hjá Evropa, nú semja er um ikki at keypa gass úr Russlandi longur.
Norski forsætisráðharrin sigur, at Noreg hevur umstøður til at hýsa CO2 útláti í mong tíggjutals ár, nú landið kann brúka royndirnar og vitanina frá olju- og gassvinnuni í Norðsjónum. Noreg ætlar at gera íløgur uppá 20 milliardir norskar krónur til at menna CCS vinnuna í Brevik og Klemetsrud í Oslo, flutningsstøð í Øygaarden og rørleiðingar út í Norðsjógvin, har veðurlagsgassini skulu goymast í framtíðini. Og avtalan við Bretland er partur av hesum diplomatiska virksemi sigur Støre við VG.
Fyribils avtalan, sum báðir forsætisráðharrarnir hava undirskrivað, snýr seg um, at veðurlagsgassir frá brenningini av burturkasti í London, umleið 1,5 tons CO2, skulu flytast við skipi á ánni Themsen og víðari yvir Norðsjógvin til stóru norsku móttøkustøðina á landi.
Støre sigur við VG, at hann ímyndar sær eitt netverk av rørleiðigum, eisini á evropeiska meginlandinum, sum kann flyta CO2 til goymslur undir Norðsjónum. Endastøðin verður olju- og gassfelt í norska partinum av Norðsjónum, sum ikki framleiða longur. Men flyting av CO2 yvir landamørk krevur altjóða avtalur.
- Vit gera nú avtalur við lond sum Belgia, Týskland, Danmark og Svøríki eins og Bretland, sum gera slíkan flutning møguligan sigur Støre, sum vísir á, at neyðugt er nú at finna fleiri goymslur í undirgrundini, ið kunnu taka ímóti teimum sera stóru nøgdunum av CO2 frá brenning av burturkasti. Norska stjórin viðger í løtuni umsóknir til at leggja til rættis fleiri goymslur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2022
Yell í Hetlandi er millum oyggjarnar, ið skulu vera CO2-nevtralar innan 2040
Hetlendska oyggin Yell er ein av seks skotskum oyggjum, ið eru valdar út av skotsku stjórnini at gerast kolevnisnevtral í 2040, skrivar Shetnews.
Hetta varð kunngjørt í skotska tjóðartinginum í gjár. Hinar oyggjarnar, ið skulu vera CO2-nevtralar innan 18 ár, eru Hoy, Islay, Great Cumbrae, Raasay og Barra.
Yell er næststørsta oyggin í Hetlandi eftir Mainland, og liggur sum næstnorðasta oyggin millum Mainland og Unst.
Við hesi ætlanini hjá skotsku stjórnini verður Yell stuðlað sum undangonguoyggj fyri aðrar oyggjar í økinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2022
Jens Stoltenberg tók mikumorgunin ímóti umsóknunum frá Nato-sendiharrunum úr Finnlandi og Svøríki
Svøríki og Finnland hava nú latið sínar umsóknir um at gerast limir í Nato-verjusamgonguni.
Nato-sendiharrarnir hjá londunum, Axel Wernhoff úr Svøríki og Klaus Korhonen úr Finnlandi handaðu tíðliga mikumorgunin umsóknirnar á Nato-høvuðsborgini í útjaðaranum av Brússell.
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, tók ímóti. Jens Stoltenberg hevur annars arbeitt heimanífrá hesa síðstu vikuna eftir, at hann var raktur av covid-19.
Hann heilsaði umsóknunum vælkomnum, skrivar SVT.
- Hetta er eitt søguligt stig og hetta er ein góður dagur í einum hættisligum tíðarskeiði fyri okkara trygd, segði Nato-aðalskrivarin.
Nato-limalondini skulu nú góðkenna umsóknirnar. Stóra forðingin er Turkaland, hvørs forseti í gjár gjørdi greitt, at Turkaland ikki fer at góðtaka umsóknirnar.
Seinni mikudagin skuldu uttanríkisráðharrarnir í Turkalandi og USA, teir eita ávikavist Mevlüt Cavusoglu og Antony Blinken hittast fyri at viðgera umsóknirnar.
(Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2022
Tað er ikki meiriluti fyri at taka órinið frá fyrrverandi ráðharranum
Alt bendir á, at fyrrverandi danski ráðharrin, Claus Hjort Frederiksen, varðveitir sítt politiska órin, og ikki kann verða ákærdur í nógv umrødda málinum, sum snýr seg um leka av trúnaðarupplýsingum.
Fólkatingið skal taða støðu til, um órinið skal takast frá fyrrverandi Vinstra-ráðharranum.
Men hósdagin boðaði Orla Østerby, sum er leysgangari á fólkatingi, Ritzau tíðindastovuni frá, at hann ikki fer at atkvøða fyri at taka órinið frá Hjort Frederiksen.
Harvið er tað ikki meiriluti á fólkatingið fyri at ógilda órinið.
Ríkisadvokaturin hevur annars mælt til, at ákæra verður reist móti Hjort Frederiksen í málinum, hvørs staklutir ikki eru kendir fyri almenningin.
Claus Hjort Frederiksen er skuldsettur fyri at hava avdúkað statsloynidómar. Men um ákæra skal reisast móti honum, meðan hann er limur í fólkatinginum, skal ein meiriluti á fólkatingi taka órinið frá honum.
Men eftir at konservativi flokkurin og Orla Østerby, sum er fyrrverandi limur hjá konservativu, nú hava boða frá, at tey ikki fara at atkvøða fyri, so er ikki meiriluti.
Hjort Frederiksen hevur fyri langari tíð síðani boðað frá, at hann ikki stillar uppa ftur til komandi fólkatingsval, ið skal vera í seinasta lagið 4. juni 2023. Eftir tað er hann ikki vardur móti ákæru.
Í slíkum málum um statsloynidómar, er tað sambært lóg altíð løgmálaráðharrin, ið tekur avgerð um at reisa sakarmál, skrivar Ritzau.
Hjort Frederiksen sjálvur heldur seg ikki hava gjørt nakað skeivt. Hann hevur fyrr sagt, at málið snýr seg um, at hann hevur váttað eitt kaðalsamstarv millum Danmark og USA – nakað, ið fjølmiðlarnir fyrr hava umrøtt. Men tað var uttan, at hetta var váttað av nøkrum myndugleika.
Ákæran snýr seg um brot á grein 109 í revsilógini, ið snýr seg um at leka upplýsingar í málum, "hvorpå statens sikkerhed eller rettigheder i forhold til fremmede stater beror". Brot á hesa grein kann geva fongsul upp til 12 ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2022
Seta í verk “tokbrúgv” fyri at flyta 20 milliónir tons av hveiti og øðrum matvørum til havnir aðrar havnir í Evropa
Týska jarnbreytafelagið, Deutche Bahn, skal hjálpa Ukraina við kornútflutningum, sum er støðgaður upp orsaka av krígnum. Tað upplýsir týski ráðharrin við samferðslumálum, Volker Wissing, fyri týska miðlinum Der Spiegel.
Týsk tok skulu flyta 20 milliónir tons av hviti og øðrum landbúnaðarvørum úr Ukraina, umvegis Poland, til havnir við Norðsjígvin og Adriatarhav.
Kríggið hevur elvt til, at vanligi kornútflutningurin umvegis Svartahav er støðgaður upp. Hetta elvir til ótta um mattrot, serliga í Norðurafrika og Asia.
Eisini amerikanski samferðslumálaráðharrin, Pete Buttigieg, hevur verið til at leggja hesa “tokbrúnna” úr Ukraina til rættis. Greitt varð frá ætlanini í høvuðsstaði Týsklands, Berlin, í gjár.
Heitið “tokbrúgv” sipar til heitið “flogbrúgv”, ið varð brúkt, tá vestanveldini settu serlig flutningstiltøk í verk undir stongslinum av Berlin í 1948-49, skrivar NRK.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2022
Fyrrverandi sendikvinnan í Danmark verður ikki republikanskt valevni á valinum í Pennsylvania
Fyrrverandi amerikanska sendikvinnan til Danmarkar, Carla Sands, má ásanna, at hon hevur tapt undanvalið í statinum Pennsylvania.
Carla Sands var millum valevnini til at verða vald í senatið fyri republikanararnar á miðvalinum seinni í ár.
Tá 99 prosent av atkvøðunum vórðu taldar, havði Carla Sands fingið 5,7 prosent av atkvøðunum, skrivar Ritzau frá amerikanska tíðindamiðlinum NPR.
Harvið er langt upp til kappingarneytarnar, republikansku flokksfelagarnar Dave McCormick, Mehmet Oz og Kathy Barnette, ið standa til at hava fingið ávikavist 31,4, 31,2 og 24,4 prosent av atkvøðunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2022
- Tað er ómøguligt at síggja burtur frá humaniteru kreppuni, sum kríggið í Ukraina elvir til, skrivar stjórin til tey 62.000 starvsfólkini
Risastóra amerikanska matstovuketan McDonald’s hevur nú tikið seg úr Russlandi, sum avleiðing av russisku innrásini í Ukraina.
Ein ætlan er nú gjørd fyri, hvussu heimsins størsta burgara-keta, McDonald’s Corp., kann selja matstovurnar, sum fyritøkan eigur í landinum eftir at hava virkað har í yvir 30 ár.
McDonald’s Corp. eigur 87 prosent av teimum næstan 850 McDonald’s matstovunum í Russlandi, skrivar Reuters.
McDonald’s tók í mars mánaði avgerðina um at gevast við virkseminum í landinum. Burgaraketan var – tá hon lat upp eitt nú á Pushkin-torginum í Moskva – ímyndin av at amerikansk kapitalisma gjørdi innrás í táverandi Sovjetsamveldinum.
Stjórin í fyritøkuni, Chris Kempczinski skrivaði soleiðis í brævi til starvsfólk síni í Russlandi.
- Nøkur halda, at tað at veita mat og framhaldandi bjóða starv til tíggjutúsundatals vanligar borgarar er tað rætta at gera. Men tað er ómøguligt at síggja burtur frá humaniteru kreppuni, sum kríggið í Ukraina elvir til.
Hóast tær flestu matstovurnar nú eru latnar aftur, so eru nakrar McDonald’s matstovur, sum eru útveittar í sonevndari franchise-avtalum, og hesar gera sær nú dælt av, at McDonald’s er so vælumtókt millum russar.
Eitt nú við Leningradsky tokstøðina í Moskva, har bíðirøðin uttan fyri matstovuna um vikuskiftið var long. Hetta er einasta matstovan í russiska høvuðsstaðnum, sum enn hevur opið.
Í fjør umsetti McDonald’s fyri tvær milliardir dollarar í Russlandi og Ukraina. Tað er um 9 prosent av samlaða umsetninginum hjá fyritøkuni, skrivar Reuters.
McDonald’s fer nú at selja matstovurnar til lokalar keyparar, men hesi fáa ikki loyvi til at varðveita navn, búmerki, marknaðarføring og matarskrá hjá McDonald’s.
Fyritøkan hevur eisini boðað frá, at hon framhaldandi fer at rinda løn til tey 62.000 starvsfólkini til matstovurnar eru seldar og starvsfólkini fingið starv hjá nýggju eigarunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2022
KÍ heldur fram at vinna trygt, og AB flongdi NSÍ. Tíggjunda umfar í Betrideildini varð avgreitt farna vikuskiftið
Tíggju umfør eru nú leikt í Betri deildini hjá monnum. KÍ hevur fulla úrtøku og stevnir ímóti meistaraheitinum annað árið á rað.
Klaksvíkingar vóru á vitjan í Vágum hjá 07 Vestur seinnapartin, og lótu ongan iva vera um, hvør var betra liðið. KÍ vann dystin 5-0, og hevur nú 30 stig.
Hjá teimum reyðu og svørtlittu úr Havn gongur illa. Aftur hesaferð megnaðu sigursvandu havnarmenninir ikki at fáa bóltin í netið hóast spælstýrandi meginpartin av dystinum. Dan í Soylu legði HB á odda tá ein lítil tími varð leiktur. Alt bendi á ein útisigur, men so fóru skálamenn at trýsta. Eitt trýst, sum endaði við, at Pætur Dam Jacobsen var síðsti maður á bóltinum í 77. minutti, og javnaði til 1-1.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Fleiri mál komu ikki og meðan skálafólk fegnaðust um ta eina stigið, má HB heim at sleikja sárini eftir eina keðiliga gongd seinastu vikurnar.
Við Løkin høvdu vespurnar stórar trupulleikar av effektivum argjafrensum. Støðan í steðginum var 0-0, men seinni hálvleikur gjørdist málríkur, og tá 89 minuttir vóru leiktir legði Robbie Azodo AB á odda 3-0. Beinir Nolsøe kundi prýða eitt sindur um úrslitið í tíðini, sum dómarin legði afturat, men Jobin Drangastein, sum hevur funnið gaggurnar fram staðfesti sigurin og økti til 4-1 í síðsta álopinum í dystinum.
Trý góð stig til AB sum nú liggur á tíggjunda plássi við tíggju stigum.
B68 - Víkingur 0-6 (0-4)
9’ Sølvi Vatnhamar 0-1
16’ Sølvi Vatnhamar 0-2
18’ Gunnar Vatnhamar 0-3
29’ Olaf Bárðarson 0-4
62’ Olaf Bárðarson 0-5
88’ Sølvi Vatnhamar 0-6 (br.)
EB/Streymur - B36 1-5 (1-4)
7’ Elias Moustage 1-0
12’ Michal Przybylski 1-1
21’ Brian Jakobsen 1-2
24’ Michal Przybylski 1-3
43’ Andrass Johansen 1-4
83’ Uros Stojanov 1-5
Skála - HB 1-1 (0-0)
59’ Dan í Soylu 0-1
77’ Pætur Dam Jacobsen 1-1
07 Vestur - KÍ 0-6 (0-3)
10’ Jóannes Bjartalíð 0-1 (br.)
28’ Jóannes Bjartalíð 0-2
37’ Mads Boe Mikkelsen 0-3
67’ Valerijs Sabala 0-4
83’ Jóannes Bjartalíð 0-5 (br.)
90’ Dávid Biskopstø Andreasen 0-6
NSÍ - AB 1-4 (0-0)
48’ Marius Kryger Lindh 0-1
73’ Agustín Marsico 0-2
89’ Robbie Azodo 0-3
90’ Beinir Nolsøe 1-3
90’ Jobin Drangastein 1-4
1. KÍ (30 stig)
2. Víkingur (24 stig)
3. B36 (19 stig)
4. HB (16 stig)
5. EB/Streymur (14 stig)
6. AB (10 stig)
7. 07 Vestur (9 stig)
8. NSÍ (9 stig)
9. Skála (5 stig)
10. B68 (5 stig)
Leygardagin kl. 18: Skála - NSÍ
Sunnudagin kl. 15: Víkingur - KÍ
Sunnudagin kl. 15: HB - 07Vestur
Sunnudagin kl. 16: B68 - EB/Streymur
Sunnudagin kl. 18: B36 - AB
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2022
HB gjørdi skjótt av, og hevur sett 42 ára gamla svian Dalibor Savic sum nýggjan høvuðsvenjara restina av kappingarárinum. Mánamorgunin boðaði felagið frá, at venjarin síðani januar, Kim Engstrøm, varð tveittur til hús
Tað verður 42-ára gamli sviin Dalibor Savic, vanliga nevndur Dali, sum tekur við sum høvuðsvenjari hjá HB restina av kappingarárinum.
Hesum boðar Havnar Bóltfelag frá seinnapartin mánadagin.
Sama fyrrapart gjørdist greitt, at høvuðsvenjarin hjá sigursvanda felagnum seinastu mánaðirnar, danin Kim Engstrøm, varð tveittur til hús.
Nú verður tað so ein nýggjur maður, sum skal royna at venda gongdini.
Dali hevur royndir úr svenskum fótbólti, bæði sum hjálpar- og høvuðsvenjari.
- Hann byrjar í starvinum mánadagin, og fyrsta uppgáva á odda fyri liðnum var steypakappingardysturin ímóti AB mikukvøldið.
Sáttmálin við Kim Engstrøm var annars galdandi fyri trý ár. Úrslitini hava bara ikki verið nøktandi, og tí valdi HB at tveita hann til hús eftir fáar mánaðar í starvinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Var ikki leingi arbeiðsleysur
Nýggi venjarin, Dalibor Savic, fylti 43 hósdagin.
Sambært Wikipedia hevur hann verið høvuðsvenjari í tveimum feløgum í Svøríki. Harumframt hevur hann verið hjálparvenjari- og ungdómsvenjari í fleiri feløgum, eitt nú U17 venjari hjá stórfelagnum Djurgården.
Í 2019-2021 vandi hann Vasalund IF í næstbestu svensku deildini. Í januar varð hann settur venjari í felagnum Dalkurd FF, eitt felag í Borlänge, stovnað upprunaliga av kurdum, sum eisini spælir í næstbestu svensku deildini.
Men hann gjørdist ikki drúgvur í hesum felagnum, tí fyri viku síðani boðaði felagið frá, at samstarvið við Dalibor Savic er støðgað. Dalkurd er júst flutt uppaftur í Superettan, sum næstbesta deildin eitur, men liggur í løtuni í vanda fyri at flyta niðuraftur.
Men Dalibor Savic var ikki leingi arbeiðsleysur. Mánadagin skrivaði hann sáttmála við Havnar Bóltfelag, eftir at danski venjarin, Kim Engström fekk sekkin eftir eitt tíðarskeið við óvanliga vánaligum úrslitum fyri sigursvanda felagið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2022
Enn ein venjari er givin í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum. Sámal Eriuk Hentze, vanliga nevndur Bagge, hevur ynskt at vera lystur úr starvi. Ítróttarligu ambitiónirnar samsvara ikki millum felag og venjara, sigur AB
AB er í hesum døgum í eldinum í sambandi við sáttmálar við útlendskar leikarar, og nú er aftur nýtt um fótbóltsfelagið á Argjum.
Felagið boðaði týskvøldið frá, at Sámal Erik Hentze er loystur úr starvi sum høvuðsvenjari hjá argjamonnum.
- Høvuðsvenjari okkara hevur í dag ynskt at vera loystur úr starvi. Orsøkin til uppsøgnina er, at ítróttarligu ambitiónirnar ikki samsvara millum felag og venjara.
AB sigur, at uppsøgnin einki hevur við søgurnar um felagið í miðlunum seinastu dagarnar at gera.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2022
Ítróttarstjórin í AB, Jonas Dahl Andersen, verður fyribils venjari hjá besta liðnum, meðan leitað verður eftir nýggjum venjara. Jón Krosslá Poulsen og Rógvi Poulsen, sum stóðu á odda síðsta dyst, eru givnir
Tað er veruligur ruðulleiki á Argjum.
Eftir alt rokið um sáttmálar við útlendskar leikarar er felagið komið í eina keðiliga støðu við høvuðsvenjara á besta liðnum.
Sámal Erik “Bagge” Hentze ynskti at vera loystur úr starvi, og fyribils tóku Jón Krosslá Poulsen og Rógvi Poulsen yvir, og vóru venjarar tá AB tapti tepurt ímóti HB í fjórðingsfinaluni í steypakappingini.
Nú hava hesir báðir eisini takkað fyri seg, veit bolt.fo í dag.
Dimma.fo skrivar, at ítróttarstjórin í felagnum, Jonas Dal Andersen, fyribils hevur ábyrgdina av besta liðnum, meðan leitað verður eftir aðrari loysn.
AB spælir sunnudagin ímóti B36, og liggur á sætta pláss við tíggju stigum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2022
Øssur Hansen segði seg úr starvi í síðstu viku, og nú er avloysarin klárur. Toftamenn liggja á aftast í deildini við bara fimm stigum
Tað verður Jákup á Borg, sum framyvir fer at vera høvuðsvenjari hjá besta fótbóltsliðnum á Toftum.
Eftir níggju dystir og fimm stig sum ikki rukku upp um niðurflytingarstrikuna, valdi Øssur Hansen at takka fyri seg. Hann hevði ikki nóg nógva orku, at taka sær av uppgávuni sum høvuðsvenjari.
Orkuna hevur Jákup á Borg eftir øllum at døma. Hann var við á síðulinjuni hjá EB/Streymi seinnu kappingarhálvu í fjør, og áður hevur hann eisini verið høvuðsvenjari hjá B36.
B68 hevur týðandi dyst á skránni sunnudagin, tá teir fáa sundalagsmenn á vitjan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2022
Hálvfinalistarnir eru funnir. Hálvfinalurnar verða leiktar í september og oktober
Mikukvøldið vórðu fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar, og vit vita nú hvørji tey fýra liðini eru, sum skulu kappast í hálvfinalunum.
HB vann akkurát á AB, KÍ fekk hol á til síðst móti ÍF, meðan 07 Vestur og Víkingur vunnu trygt ímóti ávikavist TB og B36.
Tað var at kalla ongantíð nakar ivi á Tórsvølli. Víkingur legði seg á odda aftan á níggju minuttir og var við yvirlutan allan dystin.
Í 22. minutti økti Sølvi Vatnhamar til 2-0 við brotssparki, og hetta gjørdist eisini úrslitið. Steypavinnarin í fjør, B36, er sostatt úti av kappingini.
(Mynd: Bjarni Enghamar)
HB slapp við skrekkinum
Tað var eitt skirvisligt HB-lið, sum skuldi verja sigurin heim, tá Áki Samuelsen hevði lagt kreppurakta heimaliðið á 2-1.
Menn raktu ikki bóltin og avleveringarnar sótu ikki, sum tær skuldu. Hørður Askham mundi enntá javnað fyri AB-ararnar, tá hann í einari roynd at rudda bóltin burtur, setti bóltin á tvørtræið.
Tá so dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð lætnaði øgiligt hjá HB’arunum. Bæði innan- og uttanfyri vøllin. Mánadagin tveitti felagið Kim Engstrøm til hús, og boðaði løtu seinni frá, at Dalibor Savic varð settur sum nýggjur venjari restina av kappingarárinum. Hetta hendi eftir vánalig úrslit í longri tíð.
Dalibor Savic (Mynd: Bjarni Enghamar)
B36 - Víkingur 0-2 (0-2)
9’ Andreas Lava Olsen 0-1
22’ Sølvi Vatnhamar 0-2 (br.)
HB - AB 2-1 (0-1)
1’ Marius Kryger Lindh 0-1
73’ Pætur Petersen 1-1
82’ Áki Samuelsen 2-1
KÍ - ÍF 3-0 (0-0)
84’ Páll Andrasson Klettskarð 1-0
90’ Páll Andrasson Klettskarð 2-0
90’ Jákup Biskopstø Andreasen 3-0
TB - 07 Vestur 1-4 (1-2)
13’ Ronni Møller Iversen 0-1
38’ Janus Svabo Samuelsen 0-2
41’ Jóhan Renéson Thomsen 1-2
64’ Ronni Møller-Iversen 1-3
67’ Mads Borchers 1-4
Hálvfinalurnar verða leiktar eftir summarfrítíðina. Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 7. september, og tær seinnu 5. oktober.
Lutakastið háttaði seg soleiðis, at KÍ og 07 Vestur hittast í aðrari hálvfinaluni, meðan Víkingur og HB hittast í hinari
Finalan um Løgmanssteypið verður leikt 29. oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2022
17 ára gamli miðvallarin er fyrsti 07 Vestur-leikarin í sínum árgangi, sum hevur spælt við besta liðinum hjá monnum, og tann fyrsti at gera sáttmála við felagið
Í undanfarnu viku fekk 17 ára gamli miðvallarin, Jón í Horni Nielsen fyrstu minuttirnar í Betri Deildini, og nú hevur hann skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið 07 Vestur.
Ungi sandavágsmaðurin spældi sínar fyrstu dystir í vaksnamannadeild í fjør, har hann fekk átta dystur í 2. deild, og átti hann harvið sín lut í uppflytingini.
Í ár hevur hann spælt nakrar dystir í 1. deild, áðrenn hann fekk fyrsta dystin í Betri Deildini undanfarna sunnudag móti B36 í Gundadali. Tá kom hann inn í 73. minutti fyri Ronni Møller-Iversen.
Jón er fyrsti 07 Vestur-leikarin í sínum árgangi, sum hevur spælt við besta liðinum hjá monnum, og tann fyrsti at gera sáttmála við felagið, skrivar 07 Vestur í tíðindaskrivi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2022
Avtala er komin í lag um tveir vinardystir millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Andorra síðst í juni
Sum liður í fyrireikingunum til seinastu dystirnar í hesari undankappingini, fer A-landsliðið við kvinnum at spæla tveir vinardystir móti Andorra 25. og 28. juni. Báðir dystirnir verða spældir í Føroyum; tann fyrri við Djúpumýru í Klaksvík og tann seinni á Tórsvølli í høvuðsstaðnum.
Umframt at talan er um eitt spennandi mótstøðulið, so gleðir landsliðið seg eisini til at spæla á heimavølli, sigur ungi miðverjin Birita Ryan.
– Vit gleða okkum altíð til at umboða Føroyar, og hesaferð fara vit so eisini at royna nakað nýtt við at spæla annan dystin í Klaksvík. Vit vóna sjálvandi at fáa góðan stuðul av áskoðaraplássunum í báðum dystunum, har vit vilja vísa okkum frá okkara bestu síðu, sigur Birita Ryan við heimasíðuna hjá FSF.
Mótstøðuliðið Andorra hevur higartil ikki luttikið í undankappingum til EM og HM, men liðið hevur harafturímóti spælt vinardystir móti øðrum londum í somu støðu. Eitt nú vann Andorra eins og Føroyar ein vinardyst móti Gibraltar í februar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2022
Við sigri á AB, hevur EBS/Skála spælt seg víðari í steypakappingini hjá kvinnum. Eisini NSÍ er víðari, eftir at tær vinna uttan dyst móti ÍF, sum hevur tikið liðið úr steypakappingini
Lea Lisberg gjørdist stóri spælarin hjá EBS/Skála, tá tær leygardagin vunnu á AB í 1. umfari í steypakappingini hjá kvinnum.
Úrslitið gjørdist 6-0 til felagsliðið, sum var á odda við fýra í steðginum. Øll málini í fyrra hálvleiki skoraði Lea Lisberg, meðan málini í seinna hálvleiki gjørdu Íðunn Egilstoft og Sólja Ernstdóttir.
Við Løkin í Runavík skuldi dystur vera millum NSÍ og ÍF. Men av tí at ÍF hevur tikið liðið úr steypakappingini, vinna runavíkskvinnur uttan dyst, og eru harvið – saman við EBS/Skála – víðari til fjórðingsfinalurnar, sum vera 5. og 6. juni.
Fjóðingsfinalurnar
Víkingur – NSÍ
KÍ – TB/FCS/Royn
B36 – EBS/Skála
HB – 07 Vestur
Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar 10. august og 15. september. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 1. oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2022
Eintracht Frankfurt og Glasgow Rangers máttu út í brotssparkskapping áðrenn vinnarin varð funnin
Tað skuldi bæði longd leiktíð og brotssparkskapping til áðrenn týska liðið Eintracht Frankfurt mikukvøldið kundi heiðrast sum vinnari av Europa League finaluni.
Final varð spæld í nógvum hita í suðurspanska býnum Sevilla millum Eintracht Frankfurt og skotska felagið Glasgow Rangers.
Tað var týska felagið, sum kom best frá byrjan. Frankfurt hevur millum annað vunnið á spanska stórfelagnum Barcelona fyri at náa fram til finaluna, og hevði fleiri góðar møguleikar í byrjanini av dystinum.
Men onki mál kom í fyrra hálvleiki. Eftir støðgin vendi dysturin, tá nigerianski Joe Aribo fekk fatur á einum leysum bólti, og kundi leggja Rangers á odda.
Eftir hetta kom rættiligt lív í dystin, og 12 minuttir seinni eydnaðist tað týska liðnum at javna, tá Rafael Borre kom í skotstøðu eftir eitt innlegg frá Filip Kostic.
Talan varð um eina klassiska finalu, har verjuspælið fekk hægri raðfesting enn álopsspælið, og harvið slapst ikki undan at fara út í longda leiktíð hetta heita kvøldið í Suðurspania.
Her var myndin tann sama til Glasgow Rangers, stutt áðrenn brotssparskkappingina, skifti fleiri leikarar inn. Tað gav skotum nakrar málmøguleikar, men Frankfurt og Kevin Trapp í málinum vardu seg væl.
Harvið skuldi finalan avgerast frá brotssparksblettinum.
Her skoraðu týskarar hvørja ferð, meðan innskifti Aaron Ramsey brendi fjórða skotið hjá skotum. Rafael Borre var fimti skjúttin hjá týskum, og hann sveik ikki.
Saman við Evropa League steypinum, vann Eintracht Frankfurt eisini luttøku í Champions League komandi ár.
Avgerandi brotssparkið (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2022
Føroyar vunnu sunnukvøldið silvurheiðursmerki í kappingini um evropeiska smálandameistaraheitið í flogbólti hjá monnum eftir greiðan 3-0 sigur á Íslandi
Føroyar - Ísland 3-0 (25-18, 25-23, 25-21)
Føroyar vunnu sunnukvøldið silvurheiðursmerki í kappingini um evropeiska smálandameistaraheitið í flogbólti hjá monnum eftir greiðan 3-0 sigur á Íslandi. Kortini harmast føroyingarnir um, at teir ikki vunnu fyrsta dystin á San Marino, sum Føroyar taptu 3-2, tí so hevði gullið farið til Føroyar ístaðin fyri til San Marino.
Í roynd og veru høvdu Føroyar longu vunnið silvurheiðursmerkini áðrenn dystin ímóti Íslandi í dag. Tað gjørdist greitt, tá Skotland ikki megnaði at taka stig frá San Marino í dystinum, sum var beint áðrenn.
Føroyar høvdu annars vónað, at dysturin ímóti Íslandi fór at verða ein dystur um gullið, men um tað skuldi henda, so skuldu Føroyar hava eina hjálpandi hond frá Skotlandi.
Pulsurin fór upp hjá føroyingunum, tá Skotland legði seg á odda 19-16 ímóti San Marino í fyrsta setti, men San Marino javnaði til 21-21 og vann 25-21.
Vónin birtist aftur, tá Skotland legði seg framum 16-15 í øðrum setti, men gleðin var stokkut, og brátt hevði San Marino vunnið 25-19.
Í triðja setti gekk skjótt – eftir lítlari løtu var 10-3, sum gjørdist 25-15 til San Marino, sum harvið vann kappingina.
Endaliga støðan í kappingini gjørdist tískil henda:
Nr. 1 San Marino 8 stig
Nr. 2 Føroyar 7 stig
Nr. 3 Skotland 3 stig
Nr. 4 Ísland 0 stig
Eftir kappingina vórðu bestu leikararnir í kappingini valdir:
Besti hevari: Thorvald Danielsen, Føroyar
Best diagonalur: Matteo Zonzini, San Marino
Besti miðblokkur: Edward Oldbury, Skotland
Besti kantur: Lorenzo Benvenuti, San Marino
Besti libero: Kristinn Freyr Ómarsson, Ísland
Besti lokali leikari: Bjarni Joensen, Føroyar
Virðismesti leikari: Lorenzo Benvenuti, San Marino
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2022
Ísland – Føroyar 3-1 (25-21, 23-25, 25-22, 25-15)
Silvurheiðursmerkini stóðu upp á spæl sunnukvøldið í síðsta dystinum í smálandakappingini í Íslandi, har føroysku kvinnurnar spældu ímóti íslendsku vertunum.
Silvurið liggur tó eftir í Íslandi, og í staðin komu føroysku kvinnurnar heim við bronsu, eftir at Ísland vann javna dystin 3-1.
Eftir 10-10 í fyrsta setti kom sperðil í hjá Føroyum, og Ísland legði seg á odda 20-14. Føroyar vóru tó um reppið at fáa Ísland aftur, og munurin minkaði niður í 22-20 til Ísland, sum tó helt seg frammanfyri og vann 25-21.
Í øðrum setti løgdu Føroyar seg á odda 5-1, men eftir leikbrá (time out) javnaði Ísland til 7-7. Javnt var eisini við 10-10, 17-17 og 22-22. Nógv stóð á hesa løtuna, men Føroyar vunnu sær tveir settbóltar við støðuna 24-22 og gjørdu sær dælt av tí seinna og vunnu settið 25-23.
Føroyar fingu eisini eina fína byrjan uppá 3. settið, men 5-1 leiðslan var tó skjótt mist, og Ísland javnaði til 8-8. Síðani gekk gekk javnt á, og støðan gjørdist 20-20, áðrenn Ísland vann 25-22.
Lagt var nú upp til eitt spennandi 4. sett, har spenningurin helt sær til 10-9, tá luftin fór úr føroysku ballónini, og Ísland reyk upp á 15-9. Munurin bara vaks, tað sum eftir var av settinum, og Ísland vann at enda 25-15, og dystin 3-1 — og harafturat silvurheiðursmerkini. Føroyar kundu tó troysta seg við bronsuheiðursmerkjunum. Skotland vann kappingina við fullum stigatali. Nummar fýra gjørdist Írland, sum tapti allar sínar dystirnar.
Hóast vónbrotin um ikki at vinna silvur, hevur føroyska venjaratoymið kortini skrivað sær nógv positivt í dagbókina, tí hildið verður, at nógv gott býr í hesum unga liðnum, har bara tríggir av teimum 14 leikarunum høvdu spælt A-landsliðsdystir fyrr.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2022
Føroyar vera umboðaðar til EM endaspølini hjá U20 og U18-monnum, ið verða leikt ávíkavist í juli og august. U16-kvinnurnar skulu til European Open, og so eru fleiri dystir móti Íslandi á skránni í ymsum árgangum
Sum vanligt hevur Hondbóltssamband Føroya eina rúgvusmikla landsliðsskrá fyri ungdómslandsliðini í summar.
Mest spennnadi eru EM-endaspølini. U20-menn skulu spæla EM-endaspæl í Porto í Portugal í tíðarskeiðnum 7. juli til 17. juli, har Føroyar eru í bólki saman við Slovenia, Danmark og Ungarn. Talan er um ein sera sterkan árgang og leikarar sum Elias Ellefsen á Skipagøtu, Paula Mittún, Paula Jacobsen, Janus Dam Djurhuus og Viktor Nørlyng Gaini, ið vunnu gull í European Open í 2019 og European Championship í fjør.
Tað er orsakað av gullinum í fjør, at U20 og U18-landsliðini skulu spæla endaspæl í ár, og í august mánaða ( 4. – 14. august) spæla U18-menn EM-endaspæl í Podgorica í Montenegro. Har eru Føroyar í bólki saman við Spania, Svøríki og Fraklandi. Í fjør vunnu ungu føroysku menninir tveir dystir á Noreg, og í hesum árgangi eru leikarar sum Óli Mittún, Rókur Ziskason og Alexandar Lacok.
Í juli mánaði spæla U16-kvinnur European Open í Gøteborg í Svøríki í tíðarskeiðnum 4. til 8. juli. Føroyska liðið er í bólki saman við Montenegro, Hollandi og Svøríki.
HSF hevur gott samstarv við íslendska hondbóltssambandið og verða fleiri ungdómslandsdystir millum londini í summar. Vikuskiftið 4. og 5. juni fara U16- og U18-kvinnur til Íslands at spæla venjingardystir móti Íslandi, og vikuskiftið eftir kemur íslendska U16-landsliðið hjá monnum til Føroyar at spæla tveir venjingardystir móti føroyska U16-landsliðnum í Høllini á Hálsi. Fyri U16-liðini hjá Føroyum er hetta fyrstu altjóða dystirnir, sum eru liðir í at fyrireika liðini til europeisku kappingarnar, sum standa fyri framman komandi árini, skrivar Hondbóltssambandið.
Vikuskiftið 23./24. juli kemur íslendska U18-landsliðið hjá monnum til Føroyar at fyrireika seg til EM við tveimum dystum móti Føroyum. Bæði liðini skulu til EM-endaspælið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2022
Fishfacts og Aquafacts hava skrivað undir tvey ára stuðulsavtalu við føroya- og norðurlendska meistaran í U-17 í taekwondo, Høgna Kunoy Dávason
Fishfacts og Aquafacts hava skrivað undir tvey ára stuðulsavtalu við Føroya- og norðurlendska meistaran í U-17 í taekwondo, Høgna Kunoy Dávason, ið hevur við sær, at Fishfacts og Aquafacts verða høvuðsstuðlar komandi tvey árini.
- Høgni er ein sólskinssøga, ja, ein fyrimynd fyri allar føroyingar. Við sterkum og stálsettum vilja, og ikki minst beinhørðum og miðvísum arbeiði hevur hann prógvað, at hóast tú kemur úr lítlu Føroyum, kanst tú stríðast millum teir størstu og sterkastu úti í heimi.
- Høgni er longu norðurlendskur meistari í aldursbólkinum undir 17 ár, og nú hevur hann sett sær sum mál at vinna EM, HM og OL í taekwondo. Vit eru sjálvandi glaðir fyri, at vit kunnu stuðla honum, sigur Hanus Samró, sum eigur Fishfacts og Aquafacts saman við pápanum, Óla Samró.
Høgni Kunoy Dávason luttekkur í fleiri altjóða kappingum, og tí er neyðugt við útlendskum sparringum og venjingarlegum.
- Hetta hevur nógv at siga fyri meg. Tað er kostnaðarmikið at ferðast, vera á venjingarlegum og luttaka í altjóða kappingum. Tí eri eg takksamur fyri, at Fishfacts og Aquafacts vilja stuðla mær í mínum dreymi. OL í 2024 er kanska ov skjótt, men OL í 2028 er meira realistiskt. Tá vóni eg eisini, at eg sleppi at berjast og umboða Føroyar til OL, sigur Høgni Kunoy Dávason.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2022
Spælt varð á Kontrast FM-finaludegnum í Hoyvíkshøllini leygardagin
Sum siðvenja er skipaðu Badmintonsamband, Borðtennissamband og Judosamband Føroya fyri felags Kontrast FM finaludegnum farna vikuskiftið.
Í badminton vóru innleiðandi umførini leikt í badmintonhøllini í Havn hósdagin og dýrabiðidag, meðan sjálvar finalurnar blivu leiktar í Hoyvíkshøllini leygardagin.
15 ára gamla Eira føroyameistari í mix
Í finaluni í blandaðum tvímansleiki vunnu Fai Yin Wong og 15 ára gamla Eira Asbjørnsdóttir Petersen úr HBF á føroyameistaraparinum frá í fjør, Miriam í Grótinum og Rúna Øster, eisini úr HBF.
Fai Yin Wong er leikandi høvuðsvenjari hjá HBF, har hann hevur starvast í trý ár, harumframt er Wong eisini hjálparvenjari hjá landsliðnum.
Á gallaveitsluni leygarkvøld bleiv Eira eisini heiðra sum ársins stjørnuskot 2021/22, har 13 ára gamli Beinir Weihe eisini fekk sama heiður hjá drongjunum.
Bronsuna í blandaðum tvímansleiki vunnu Mia Thorkildshøj/Magnus Dal-Christiansen (HBF) og Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF)/Magni Jóhannsson Hansen (ÍF).
KBF endurvann gull í tvímansleiki kvinnur
Tær báðar Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen úr KBF endurvunnu gullsteypið í finaluni í tvímansleiki fyri vaksnar kvinnur, har tær sigraðu á Miriam í Grótinum og Julionnu í Heiðunum úr HBF.
Bronsuna vunnu Sissal Thomsen/Adhya Nandi (HBF) og Sanna Thorkildshøj/Mia Thorkildshøj (HBF).
Ungu havnarmenninir sigraðu á teim gomlu
Í mansfinaluni var stórur spenningur, har garvaði Erland Poulsen, 44 ár, og Fai Yin Wong, 28 ár, møttu Rúna Øster og Magnus Dal-Christiansen, eisini úr HBF.
Í trimum settum vunnu ungu havnarmenninir tó ein ruddiligan sigur til síðst. Rúni Øster bleiv eisini kosin til ársins leikara hjá monnum fyri 2021/22.
Bronsuna vunnu Aksel Poulsen/Magnus Gaard (HBF) og Árant á Mýruni (MBF)/Ári Miné Jacobsen (KBF).
18 ára gamla Miriam í Grótinum vann trygt
Í einmansleiki hjá vaksnu kvinnunum vann silvurvinnarin frá í fjør Miriam í Grótinum (HBF) trygt í tveimum settum á Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF).
Bronsuna vunnu Adhya Nandi (HBF) og Sanna Thorkildshøj (HBF). Miriam bleiv av landsliðsvenjarunum kosin til ársins leikara hjá kvinnum fyri 2021/22.
Sandavágsmaðurin Árant á Mýruni vann gull
Finalan hjá vaksnu monnunum var ímillum Jónas Djurhuus (HBF) og Árant á Mýruni (MBF), har Árant vann í tveimum settum, sum tó vóru spennandi.
Bronsuna vunnu Magnus Dal-Christiansen (HBF) og Rúni Øster (HBF).
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2022
66 íðkarar eru meldaðir til FM, 35 á mannfólkasíðuni og 31 á kvinnusíðuni. Iðkararnir eru frá Havnar fimleikafelag, Støkk, Ljósinum og Flog
Í dag verður FM í amboðsfimleiki í FIMI í Havn. Kappast verður um FM heitið fyri bæði einstaklingar (all-round) og hvørt amboð sær.
66 íðkarar eru meldaðir til FM, 35 á mannfólkasíðuni og 31 á kvinnusíðuni. Iðkararnir eru frá Havnar fimleikafelag, Støkk, Ljósinum og Flog.
Skráin leygardagin:
Klokkan 10 byrjar kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn.
Klokkan 14 byrjar kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir.
Kappast verður í øllum amboðunum. Á kvinnusíðuni verður kappast í lopi, forskotnari barr, bita og á gólvi. Á mannfólkasíðuni verður kappast í ringum, beinsveiggi, lopi, paralellari barr, reck og á gólvi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2022
Við DM í Odense síðsta vikuskiftið vunnu Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen hvør sítt silvur. Leif á Bøgarði vann bronsu og setti føroyskt met í sinclair-stigum. Maibrit Reynheim Petersen var einans tvey kilo frá bronsuni
Føroyskir vektlyftarar hildu áfram við góðu gongdini og gjørdu við DM 2022 aftur vart við seg undir leiðslu av venjaranum Frank Petersen. Annað árið á rað stóðu føroyingar á sigursskamlinum, eftir at hava sett fleiri føroysk og persónlig met.
Niels Áki Mørk, sum er fluttur upp í 67 kilo vektflokkin, setti føroyskt senior-met í trekk við 101 kilo og samanlagt 206 kilo. Hann vann silvur í sínum vektflokki. Í stoyt fekk hann góðkent 105 kilo, men kolldømt 110 og 115 kilo. Serliga 115 kilo-lyftið var nær við at verða góðkent, men strongu dómararnir valdu at kolldøma eitt lítið ‘knekk’ í høgra alboga. Í fjør vann hann silvur í 61 kilo flokkinum. Niels Áki setti eisini føroysk junior-met og U23.
Leif á Bøgarði lyfti nú aftur í 81 kilo flokkinum, eftir hann í januar var í 89 kilo flokkinum. Leif vann silvur og setti føroyskt met við 287,42 sinclair-stigum, tvs hægsta føroyska sinclair-stigatal. Tvørtur um allar vektflokkar. Leif trekti 106 kilo, stoytti 130 kilo, samanlagt 236 kilo, sum øll trý eru føroysk met í 81 kilo flokkinum. Leif eigur eisini tey trý metini í 89 kilo flokkinum, har ið tað samanlagt eisini er 206 kilo - ímeðan trekk-lyftið er 1 kilo lægri, 105 kilo, og stoyt-lyftið er 1 kilo hægri, 131 kilo.
Pól Hendrikur Andreasen, sum eigur føroysku metini í 73 kilo vektflokkinum, samanlagt 216 kilo, lyfti seg við DM 2022 til eitt silvurheiðursmerki. Samanlagt lyfti hann 207 kilo, trekk 91 kilo og stoyt 116 kilo. Í fjør lyfti Pól Hendrikur seg til eitt gullheiðursmerki, tó at í ár sníkti ein kappingarneyti, ið ikki var við í fjør, seg framum Pól við 4 kilo.
Maibrit Reynheim Petersen, sum er í støðugari menning, og sum nú lyfti í 71 kilo vektflokkinum, var einans 2 kilo frá at vinna bronsuheiðursmerki. Hon lyfti 6 flott lyft, tvs 3 í ávikavist trekk og stoyt og harvið øll lyftini góðkend. Tey bestu lyftini í hvørjari grein vóru 77 kilo trekk og 99 kilo stoyt og harvið 176 kilo samanlagt. Hetta er alt persónlig met. Maibrit er við 99 kilo stoyt einans 1 kilo frá at tangera føroyska metið hjá Anna Kristinu Norðberg Niclasen.
Næsta stóra kapping í olympiskari vektlyfting verður á Føroyaleikunum leygardagin 2. juli í Spinnarínum í Klaksvík. Beint eftir hetta fara nakrir føroyskir lyftarar eisini til kapping í Spania. 1. juli er FM í styrkilyfting í Spinnarínum, og 3. juli verður kappast í kúlulyfting á Føroyaleikum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mai 2022