Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 04. juni 2022 | Nr. 23 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Whisky úr Føroyum – helst við serligum ráka

SíÐa 2

1 Leygardagur 04. juni 2022

Góðan lesihug og gleðiliga hvítusunnu

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Kalda kríggið er aftur ein veruleiki

Øði kom aftur í grindina, nú landsstýrismaðurin við uttanríkismálum hevur boðað frá, at hann hevur gjørt eitt uppskot til avtalu við danska verjumálaráðharran um at Nato sleppur at seta ein eftirlitsradara upp í Føroyum.

Ja, tað er ein trupulleiki, at almenningurin ikki hevur fingið týðandi upplýsingar at vita í hesum málið, sum ikki áttu at verið fevndir av trúni, so sum um henda verkætlan krevur at útlendskir serfrøðingar skulu koma og standa fyri uppsetingini, og um útlendsk herfólk aftur skulu staðsetast í Føroyum fyri at útinna tað arbeiði, ið skal til fyri at eftirlitið skal virka. Tað veit almenningurin ikki, men vónandi vita limirnir í løgtingsins uttanlandsnevnd.

Tað eru fleiri umstøður í hesum máli, sum kundu verið handfarnar munandi betri.

Men tað er sum vit – ella í hvussu so er ein partur av politisku andstøðuni – hava lyndi til at gloyma, hvat hetta málið snýr seg um.

Hetta snýr seg heilt einfalt um at tippa eitt hol í vesturlendsku verjuni móti – ja, fyri at siga tað sum tað er – ørskapinum hjá sitandi russiska forsetanum.

Tá hesin kann finna upp á at leypa á eitt grannaland, so er ongin vissa fyri, at hann ikki kann finna upp á okkurt líknandi aðra staðni í heiminum.

Tí vil vesturlendska verjusamgongan tryggja sær, at ovastu generalarnir skulu kunna halda eyga við, hvat gongur fyri seg av hernaðarligum virksemi í hav- og loftøkinum millum Ísland og Skotland eisini. Fyri at tryggja hesum, er ynskiligt við einum eftirlitsradara í Føroyum, eins og vit fyrr hava hýst slíkum radarum á Sornfelli.

Kaldkrígsstøðan, sum vit upplivdu hana í seksti, sjeyti og áttatiárunum er aftur ein veruleiki – ella okkurt í líkist. Tað er ein sannroynd. Tað er eisini ein sannroynd, at vit ikki hava gjørt krav um at hernaðarmyndugleikin verður tikin heim ella útdelegeraður til triðja part. Hernaðarmyndugleikin yvir okkara oyggjar liggur tí enn sum áður í Danmark.

Her heima eru nú kreftir, sum síggja hetta verjupolitiska tiltak sum eina roynd hjá donskum yvirvaldi at kroysta nakað yvir okkum, sum vit ikki vilja hava. Alskyns snildir verða brúktar fyri at leggja fótonglar í vegin fyri hesum radara.

Hóast landsstýrismaðurin hevur fingið neyðuga loyvið frá løgtinginum – í hesum føri einum meiriluta í løgtingsins uttanlandsnevnd – so eru hesar kreftir til reiðar at fara so langt, sum at leggja misálit fram móti landsstýrismanninum, fyri at hava framt landsskaðiligt virksemi.

Eg fari at taka aftur í tað, sum skrivað var á hesum stað í oddagrein fyri bara tveimum vikum síðani undir yvirskriftini “Ørskapur eystanífrá”:

“...tað eru kreftir herheima, sum ikki hava sæð vandan úr eystri í eyguni, og framhaldandi royna at gera spurningin um ein eftirlitsradara til ein tjóðskaparligan stríðsspurning og mæla frá, at vitanin og ekspertisan á økinum sleppur at taka støðu til um hesin radari skal setast upp á Sornfelli ella ikki.

Tað er komin sandkassaklandur í málið, og tað er óvirðiligt fyri okkum føroyingar. Og eisini fyri tey, ið taka okkum í álvara, og ætla at fáa vesturlendsku verjuskipanina at hanga betur saman við at seta ein radara upp á okkara oyggjum.

Lat okkum busta sandin av knøunum og fáa tikið eina avgerð. Sig ja ella nei, og latum okkum so koma víðari við at byggja land.“ 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3665

    Lisnar síður: 11713

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 04. juni 2022

Whisky úr Føroyum – helst við serligum ráka

Í Vestmanna bíða whisky-framleiðararnir framvegis eftir útgerðini og byggiloyvi – men framleiðslan er so smátt farin í gongd

(Mynd: Ingi Samuelsen
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrstu royndirnar við at framleiða whisky á Faer Isles Distellery eru gjørdar, og blankur løgur er nú klárur at fylla í amerikanskar eikitunnur, so at tær kunnu búnast til gylt whisky um trý ár, minst.

Ein góður partur av fyrstu framleiðsluni er tó tappaður í smáar 20 sentiliturs fløskur og latin teimum nógvu, sum fyri tíð síðani settu eina upphædd í fyritøkuna fyri at gerast limir í sokallaða Founders Club.

Hetta er ikki partaeigarar, men innskotsveitarar til íverksetarafyritøkuna. Stórur partur av hesum skara var mikudagin savnaður til rundvísing í høllini inni á Fjørð í Vestmanna, sum brennivínsvirkið hevur leigað til virksemi sítt fyribils. Framtíðarætlanirnar eru at flyta alt virksemið til eitt øki oman fyri Kvívík, við fríum útsýni suðureftir.

Eikikubbi til búning fylgir við

Limaskapur í hesum stovnaraklubba gevur ávísar ágóðar – eitt nú eitt eintak av fyrsta sing malt brygginum, sum enn ikki kann kallast whisky, tí whisky kann hetta brennivínið ikki kallast fyr enn tað er goymt í minst trý ár í tunnum, føtum.

Hesi fólk stillaðu seg mikudagin spent í bíðirøð fyri at fáa sína gávueskju, ið er partur í hesi hópfíggingaravtaluni.

Í eskjuni var ein serlig fløska við ginni hjá felagnum, og so henda 20 sentilitursfløskan við “new make single malt”, altso nýbrent klárt brennivín, sum ikki er whisky fyrr enn tað hevur verið í sambandi við eikivið fyri at fáa rætta litin og angan.

[object Object]

Slíkur løgur verður, sum sagt, tappaður á eikiføt í minst trý ár – helst meira – áðrenn hann verður seldur sum single malt whisky.

Men í hesum førum fingu “limirnir” saman við fløskuni ein lítlan stubba av franskari eik. So kunnu tey sjálvi lata hetta eikipettið í fløskuna og so seta seg at bíða til løgurin hevur fingið rættan smakk og rættan lit. Í slíkum førum skuldi tað ikki tikið meira enn fimm mánaðir, vissaði Bjarni Lamhauge, tey hjástøddu um. Bjarni hevur ábyrgdini av, at løgurin hjá Faer Isles Distillery fær ta røttu lagringina.

[object Object]

Faer Isles í limbo

Fyritøkan Faer Isles Distillery er enn í einum slag av bíðistøðu – í limbo. Tí útgerðin at bryggja og dropadríva løgin í er enn ikki er komin.

Tí er framleiðslan higartil gjørd við útgerð, sum ikki er ætlað til størri mongdir. Men alt bendir á, at menninir aftan fyri verkætlanina hava funnið fram til ein smakk, ið lýkur endamálinum, ið varð sett av fyrstan tíð, nevniliga at framleiða eitt whisky í heimsflokki, sum stigtakarin Bogi Karbech Mouritsen boðaði frá, longu tá verkætlanin varð fráboðað av fyrstan tíð.

Um hetta høga mál eydnast, kann tó ikki staðfestast fyrr enn nøkur ár eru gingin.

[object Object]Bogi Karbech Mouritsen greiðir frá

Limbo-støðan, sum fyritøkan er í skyldast, at sjálvt bryggjaríið og destilleringsketlarnir ikki eru komnir til landið enn. Í løtuni liggur hetta í Skotlandi, har útgerðin skal setast saman.

Undarliga og ótrygga støðan í heiminum í dag hevur sett forðingar í vegin. Eitt nú hava teir manglað nakrar smáar flansar at seta deilirnar saman við. Hesir skulu vera úr messing, eins og øll hin útgerðin, men messing er sera trupult at fáa hendur á í løtuni, og tað er ein av orsøkunum til seinkingina, greiðir Dánial Hoydal, ein av stovnarunum frá.

Nú vóna teir, Bogi, Dánial og Bjarni, at útgerðin kemur heim innan fyri ein mánaða, so at framleiðslan av álvara kann fara í gongd.

[object Object]Bjarni Lamhauge

[object Object]Dánial Hoydal

Hjallarnir bíða eftir kommununi

Byggiætlanirnar við Breiðá oman fyri Kvívík eru eisini í bíðistøðu. Bíðað verður eftir neyðugu loyvunum frá kommununi. Sum skilst eru loyvir frá friðingar- og øðrum myndugleikum annars komin upp á pláss.

Í fyrstu atløgu er tað goymslukapasiteturin, sum skal byggjast. Hetta eru avgerandi fyri framleiðsluna. Konseptið byggir nevniliga uppá, at whisky tunnurnar skulu liggja á goymslu í opnahjallum og tað eru hesir hjallar, ið skulu geva dropunum sín serkenda smakk, sum – kanska – ikki finst í øðrum whisky-sløgum.

Hví so góður smakkur kemur í kjøt, ið hongur í hjallum í Føroyum, og hví sama gandakenda góðskuprosess eisini hendir við osti og svínaskinku, ið hongur í føroyskum hjallum, er enn ein loynidómur, ið manglar at blíva greinaður.

Vónin og væntanirnar hjá whisky-bryggjarunum í Vestmanna er, at nakað líka so kandakent fer at henda við teirra gyltu dropum, tá teir hava lagrað í eikitunnum í føroyskum opnahjalli í eitt áramál. Í staðin fyri alkoholið, ið hvørvur, dampar burtur úr tunnunum undir lagring, kemur frísk føroysk fjallaluft – gjarna saltað uttan úr havi. Tað er hetta, ið fer at gera føroyska whiskyð heilt serligt.

[object Object]

Verður lagt í burbon-tunnur

Tá tað kemur til føtini – tunnurnar – er tað longu nú avgjørt, at størsti parturin av føroyska whiskynum verður lagt í burbon-tunnur úr amerikanskari eik. Góðar eikitunnur til at goyma whisky og annað brennivín í, er ikki tað lættasta at fáa fatur í.

Men tíbetur eru reglurnar fyri amerikanskt whiskey – burbon – soleiðis, at tað skal leggjast á nýggjar tunnur fyri at vera góðkent.

Henda regla var vistnokk í síni tíð innførd fyri at verja amerikanska bøkjarafakið. Hetta hava brennivínsframleiðarar í eitt nú Evropa gleði av, og tað er eftirspurningur eftir tunnunum, ið hava goymt amerikanskt burbon.

Men hjá Faer Isles er eisini ætlanin at goyma teirra løg í øðrum tunnum eisini – eitt nú sponskum sherrytunnum og kanska eisini víntunnum, fyri at finna fram til ta røttu samansetingina, tá teirra single-malt einaferð skal tappast í fløskur at selja.

Men – og tað er ikki óvanligt hjá nýstovnaðum whisky-distellaríum – so verður helst møguligt at keypa Faer Isles whisky í heilum tunnum at byrja við.

Altso at keyparar ella íleggjarar kunnu bjóða upp á eina heila tunnu, og so hava teirra egnu tunnu liggjandi á goymslu til hon er klár at drekka. Hetta verður nógv brúkt í hesi verðini, skilst. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2022

3 Leygardagur 04. juni 2022

Rokna við at byrja um tvey ár

Enn er ikki greitt hvar simulatorurin hjá Atlantic Airways Aviation Academy skal standa - vónandi nærhendis flogvøllin, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var ein sáttmáli upp á góðar 100 milliónir krónur, sum Jóhanna á Bergi, stjóri, og Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog hósdagin skrivaðu undir saman við umboðum fyri franska felagið Thales Group.

Thales er eitt felag, ið virkar á altjóða støði, og veitir ymsar loysnir til flog- og hernaðarfinnuna.

Millum annað serbygdar flogsimulatorar, og tað er ein slíkur simulator, sum Atlantsflog nú hevur bílagt. Kostnaðurin er 100 milliónir krónur “og nakað afturat”, sum verður fíggjað gjøgnum BetriBanka og Íleggingargrunnin.

“Nakað afturat” er eitt nú bygningurin, ið skal húsa simulatorinum.

Enn er ikki endaliga greitt hvar bygningurin skal standa, men Jóhanna á Bergi, flogstjóri, sigur, at vónin er at sleppa at byggja á ídnaðarøkinum hjá Sørvágs Kommunu skamt frá flogvøllinum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Okkara ynski er at kunna staðseta simulatorin nærhendis flogvøllinum, so at hann er í umhvørvinum. Og av ídnaðarøkinum er gott útsýni yvir Vága Floghavn og ein kann fylgja við virkseminum her á flogvøllinum. Tað vildi verið ein góð staðseting, og tí eru okkara vónir, at samráðingarnar við Sørvágs kommunu koma upp á pláss nakað skjótt, sigur Jóhanna á Bergi.

Umframt eina høll til sjálvan simulatorin, skal bygningurin eisini rúma undirvísingarhølir, kantinuumstøður og onnur hølir, sum hoyra einum slíkum útbúgvingarstovni til.

Men talan verður ikki um at bjóða skeiðsluttakarunum gisting eisini.

- Nei har koma vit at vísa útlendingum á teir gistingarmøguleikarnar, sum eru í nærumhvørvinum, sigur Jóhanna á Bergi.

Tørvur á slíkum simulatori

Hon ivast ikki, at áhugin fyri at koma til Føroyar at taka útbúgving og skeið hjá Atlantic Airways Aviation Academy er stórur.

- Hesar tyrlurnar, sum vit brúka eru tær mest brúktu tyrlurnar í heiminum. Hvørja ferð ein nýggj tyrla verður bygd, skulu í miðal seks flogskiparar útbúgvast at flúgva tær. Og allir flogskiparar skulu javnan á skeið at endurnýggja sínar kunnleikar til tyrluna og til flúgving.

- Vit vita av royndum, at tað kann vera sera trupult at sleppa fram at slíkum simulatorum, og tí ivast vit ikki í, at tað verður áhugi aðrastaðni frá, at brúka okkara simulator.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

- Eisini, at vit fara at kunna bjóða serligar venjingar í leiting og bjarging. Tað er nakað, ið ikki ber til í løtuni. Okkara bjargingarfólk hava nógvar royndir við at arbeiða í avbjóðandi umstøðum – hetta er nakað, ið verður lagt merki til aðrastaðni eisini, sigur Jóhanna á Bergi. 

Hon vísir á, at tað bert eru einir 12 simulatorar tøkir til tey neyðugu skeiðini, ið tyrluflogskipararnir hjá Atlantsflogi hava tørv á. Harav hevur Atlantsflog atgongd til seks teirra - eitt nú tí at fleiri av hesum 12 bert verðr brúktir til hernaðarlig endamál.

Síðstu nógvu árini hava flogskipararnir hjá Atlantslof vant í einum simulatori hjá Gulf Helicopters í Doha, sum Atlantsflog hevur tætt samstarv við.

Er neyðugt at fara so langt? spyrja vit flogstjóran.

- Ja. Nærhendis okkum vita vit bara um ein simulator, sum er staðsettur í Finnlandi. Vit hava roynt, men hava ongantíð fingið pláss í hesum simulatorinum, sigur Jóhanna á Bergi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2022

4 Leygardagur 04. juni 2022

Framkomin tyrlusimulator byggjast í Føroyum

Atlantsflog ætlar at bjóða tyrluskiparum úr øllum heiminum í Vágar at útbúgva seg at flúgva AW139 tyrlur og taka kravdu skeiðini

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í framtíðini fara Atlantsflog og Føroyar at gerast ein altjóða miðdepil fyri tyrluvenjingar.

Á tíðindafundi fyrrapartin varð avdúkað, at Atlantsflog hevur sett á stovn Atlantic Airways Aviation Academy. Í hesum sambandi skrivaðu Niels Mortensen og Jóhanna á Bergi vegna Atlantsflog undir keypsavtalu við franska felagið, Thales Group, um keyp av einum AW139 Reality H Full Flight tyrlusimulatori.

[object Object]Hans Erik Jakobsen, tyrluovasti hjá Atlantsflog (Mynd: Sverri Egholm)

- Leonardo AW139 tyrlan, sum vit flúgva við, er ein av teimum kraftmiklastu tyrlunum í heiminum, samstundis sum hon er ein av teimum mest framleiddu tyrlunum yvirhøvur. Tað er eitt myndugleikakrav, at tyrluskiparar fáa regluligar venjingar í simulatori, og størsta avbjóðingin í løtuni er, at teir simulatorar, ið eru tøkir til venjingar í dag, liva ikki upp til krøv sett bjargingartyrlum. Tessvegna er eftirspurningurin eftir simulatorvenjingum sera stórur, sigur Hans Erik Jakobsen, tyrluovasti hjá Atlantsflog.

Tí er grundarlagið fyri einum slíkum simulatori stórt, tí bert 12 simulatorar av hesum slagi, eru kring allan heimin.

Hetta er sostatt fyrsta stigið til Atlantic Airways Aviation Academy, sum fer at bjóða tyrluskiparum úr øllum heiminum framkomnastu tyrlusimulatorvenjingar, sum eru atkomuligar í dag. Simulatorurin syrgir fyri fyrsta floks ímyndaðari flogvenjing, sum tekur støði í umhvørvinum. Eisini er hetta ein simulator, sum kann venja manningar í sambandi við leiting og bjarging, sum eisini er avgerandi fyri føroysku tyrlumanningina, sum er partur av tilbúgving Føroya alt samdøgrið alt árið.

[object Object]Avtalan við Thales verður varð

Tyrluvenjingarnar, sum Atlantic Airways Aviation Academy fer at bjóða, eru harvið ein heildarloysn, sum fevnir bæði um flogskiparar og bjargarar.

- Eg fegnist um hetta risa framstigið, sum hesin simulatorin er fyri føroyska flogvinnu, og eg gleði meg til, at simulatorurin verður veruleiki. Umframt at hetta fer at menna okkara flogvinnu, er hetta eitt nýtt vinnuligt bein hjá Atlantic Airways at standa á. Okkara framrokningar vísa, at um trý ár fer raksturin av simulatorinum at hvíla í sær sjálvum, og tí meta vit, at henda íløgan skynsom, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog, sum ikki ivast í, at eftirspurningurin eftir simulatorvenjingum í Føroyum, fer at verða stórur.

- Vit eru serstakliga errin av, at Atlantic Airways hevur valt okkara framkomna Reality H Full Flight simulator, og vit eru ótrúliga spent at fara undir nýgga samstarvið. Vit fara at gera okkara besta fyri at stuðla felagnum í at útvega fyrsta floks venjingartænastur fyri AW139 tyrluskiparar og harvið betra flogtrygdina í Norðurevropa, sigur Peter Hitchcock, varastjóri fyri Training & Simulation hjá Thales.

Tyrlusimulatorurin fer at verða staðsettur í Vágum og verður væntandi klárur at taka í nýtslu fyrsta ársfjórðing 2024. Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er nakað omanfyri 100 milliónir krónur.

Tíðindaskriv frá Atlantsflog

[object Object]



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2022

5

Størv

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024
6 Leygardagur 04. juni 2022

Mette Frederiksen á vitjan í komandi viku

Ríkisfundur verður í Hoyvíksgarði hósdagin, har grønlendski landsstýrisformannin verður við. Áðrenn tað vitja Mette Frederiksen og maður hennara í Koltri, á Bakkafrosti og í Klaksvík, og tey fara til landsdyst á Tórsvølli

Danska forsætisráðfrúan saman við løgmanni undir almennu vitjanini í 2019 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Danska forsætisráðfrúan Mette Frederiksen og maður hennara Bo Tengberg eru á almennari vitjan í Føroyum í døgunum 7. til 9. juni. Løgmaður er vertur fyri vitjanini.

Hesum boðar Løgmansskrivstovan frá.

- Vit eru í einari broytingartíð. Russiska álopið á Ukraina 24. februar setur nýggj krøv til samstarvið í ríkisfelagsskapinum. Hetta er fyrstu ferð vit hittast, síðani kríggið brast á. Tí eru fleiri týdningarmikil mál at umrøða, bæði millum Føroyar og Danmark, men eisini í mun til trygdarstøðuna í Europa.

Hetta sigur Bárður á Steig Nielsen við lms.fo.

Byrjað verður fyrrapartin týsdagin 7. juni við fundur millum løgmann og donsku forsætisráðfrúuna úti í Tinganesi, har stuttur tíðindafundur eisini verður á skránni. 

Síðani verður farið á Glasir, áðrenn leiðin gongur út í Koltur seinnapartin, har Bjørn Paturson frá Tjóðsavninum greiður frá um Koltursætlanina. Um kvøldið fara løgmaður og forsætisráðharrin til landsdyst á Tórsvølli, har Føroyar og Luksemborg spæla.

Mikudagin 8. juni verður fyrst vitjað hjá Ocean Rainforrest í Kaldbak. Síðani verður vitjað hjá Bakkafrost á Glyvrum, áðrenn leiðin gongur til Klaksvíkar har borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Karl H. Johansen tekur í móti. Í Klaksvík verður millum annað vitjað í Christianskirkjuni og hjá Føroya Bjór, skrivar Løgmansskrivstovan.

Hósmorgunin 9. juni verður árligi ríkisfundurin millum løgmann, donsku forsætisráðfrúuna og grønlendska landsstýrisformannin, Múte B. Egede. Ríkisfundurin verður í ár hildin á Hoyvíksgarði.

- Eg fegnist eisini um, at vit nú hava fyrsta fundin í nýggja samstarvsráðnum, har øll trý londini í ríkisfelagsskapinum sita runt um borðið og á jøvnum føti viðgera uttanríkis- verju- og trygdarpolitikk. Hetta er neyðugt og vitnar um at tað eru nýggjar og semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum, sigur løgmaður.

Hósdagin verður eisini fyrsti fundur í nýggja uttanríkis- trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum, har fleiri ráðharrar úr Danmark og Grønland luttaka. Tíðindafundur verður í Tinganesi eftir fundin í samstarvsráðnum.

Mette Frederiksen og maðurin fara av landinum aftur hóskvøldið. Hetta er aðru ferð at Mette Frederiksen er á almennari vitjan í Føroyum. Fyrru ferð var í november 2019.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2022

7 Leygardagur 04. juni 2022

Avtalan um radaran klár til undirskrivingar

Danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, kemur til Føroya at skriva undir avtaluna í sambandi við ríkisfundin í Føroyum í komandi viku, skrivar Føroyska Tíðindastovan

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danmark sleppur at seta radara upp í Føroyum. Tað tíðindastovan FONyhedsbureau at siga.

Sambært Kaj Joensen, sum rekur tíðindastovuna, verður avtalan undirskrivað í sambandi við ríkisfundin í Føroyum í næstu viku. Tá kemur danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, til Føroya at skriva undir avtaluna.

Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum, váttar fyri tíðindastovuni, at avtalan verður undirskrivað í sambandi við ríkisfundin í Føroyum 9. juni.

Jenis av Rana vil tó ikki koma nærri inn á, hvat stendur í avtaluni.

- Innihaldið í avtaluni verður kunngjørt í sambandi við, at avtalan verður undirskrivað, sigur Jenis av Rana við FONyhedsbureau.

Málið hevur verið til viðgerðar í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, sum gav landsstýrismanninum heimild til at samráðast við donsku stjórnina. Óvist er, hvørji krøv Føroyar hevur sett fyri at geva Danmark loyvi til at seta upp radaran á Sornfelli, skrivar fonyhedsbureau.dk 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2022

8 Leygardagur 04. juni 2022

Vodka úr undirgrundini

Triði dropadrivni løgurin frá brennivínsvirkinum í Vestmanna verður skjótt at fáa

Dánial Hoydal (Mynd: Ingi Samuelsen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Faer Islands Distelliry, nýggjasta føroyska brennivínsvirkið, í løtuni við heimstaði í Vestmanna, er nú til reiðar at lata sína triðju vøru út á marknaðin.

Fyrr er ein akvavitt og ein ginn komin frá felagnum. Næst á skránni er vodka, og tær fyrstu fløskurnar av vodka frá Vestmanna verða skjótt at finna í rúsum og øðrum støðum, har til ber at keypa sterkan løg.

Subsea Vodka verður heitið á vodkanum. Undirsjóvar vodka kundi tú sagt.

Sum kunnugt er ein góð søga ein týðandi partur av marknaðarføring nú á døgum, og sigast má, at Faer Islands Distellery hevur fingið fatur á einari søgu av teimum meira sjáldsomu her.

Úr einum vatnlumma undir Skopunarfirði

Nýggja vodkan hjá felagnum er nevniliga dropadrivin burtur úr vatni undir havinum, nevniliga frá Sandoyartunnlinum.

[object Object]

Dánial Hoydal, ein av monnunum aftan fyri Faer Isle Distelliry greiðir soleiðis frá:

- Tað er soleiðis, at tá Sandoyartunnilin var boraður, raktu borarnir í eina goymslu – ein lumma – av feskum vatni. Tað er hetta vatnið, sum vit hava fingið møguleika fyri at taka og brúka í framleiðsluni av okkara vodka.

- Vit fingu eina avtalu við tunnilsfelagið. Eftir at vatnið hevði runnið í nakrar úr boriholinum kundi staðfestast, at talan var um feskt vatn av besta slagi. Ein proppur varð settur í holi við krana á.

- So nú kunnu vit sleppa niður undir havsins botn og fylla okkum karið við hesum góða vatni, og tað hava vit gjørt eitt – eftir okkara sannføring – rættiliga gott vodka burturúr.

- Navnið verður Subsea Vodka, og vit rokna við vøran kann vera til keyps ein av komandi døgunum, sigur Dánial Hoydal.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2022

9 Leygardagur 04. juni 2022

Hava sett seg við árarnar úr Florida til Føroyar

Teir tríggir abbarnir rokna við at brúka millum 57 og 85 samdøgur um ferðina tvørtur um Atlantshav

(Mynd: fl-fo.com)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Seinasta leygardag settust teir tríggir, føroyingarnir Jákup Jacobsen og Edmund Berg og onglendingurin Neil Blakeby við árarnar og løgdu frá landi nakað sunnan fyri Miami í Florida.

Um alt gongur eftir ætlan, traðka teir ikki á land aftur fyrr enn teir koma á Havnina um einar tveir tríggjar mánaðir.

[object Object]

“Riding the Gulf Stream” eitur ævintýrið, sum teir eru farnir á. Báturin teir rógva í er ein nýbygdur serligur havgangandi róðrarbátur, kallaður Guðrun, ið er bygdur til endamálið. Ongin hevur róð henda teinin fyrr.

Teir tríggir umborð eru allir abbar. Teir eru:

Jákup Jacobsen, 58 ára gamal, úr Havn, í løtuni búsitandi í Keypmannahavn. Giftur Gunvá. Tey eiga tvey børn, Gudrun og Magnus, og ein abbason, Baldur. Jákup er royndur rógvari. Róði úr Skotlandi til Føroya í 2015 og var í 2018 skipari á einum túri úr Portugal til Kuba, sum tók 74 dagar. Jákup er stigtakari til hesa verkætlanina og eisini skipari á túrinum.

Edmund Berg er 51 ár, úr Havn, búsitandi í Hvalvík. Giftur Hallfríð, tey hava sjey børn og níggju barnabørn. Edmund var við á áðurnevnda túri úr Portugal til Kuba í 2018.

Neil Blackeby er 60 ára gamal úr North Cornwall í Onglandi. Giftur Wendy. Hevur tríggjar døtur og eina abbadóttur frá eini fyrri giftu. Í 2015 róði hann saman við Hamish Stewart tvørtur um Atlantshav, úr Kanariuoyggjum til Antigua. Túrurin tók 65 samdøgur. Ári eftir var hann við tá fýra mans royndu at rógva úr Kalifornia til Hawaii.

Teir hava sett seg fyri at fylgja golfstreyminum, har hann byrjar sunnan fyri Miami og fylgja honum allan vegin til Føroya.

Teinurin er umleið 4.200 fjórðingar, og rokna við at túrurin fer at taka góðar tveir mánaðir. Megna teir at halda eina ferð á tríggjar fjórðingar um tíman, klára teir túrin upp á 57 dagar, men er ferðin tveir fjórðingar um tíman, tekur hann 85 dagar. Onkrastaðni harímillum rokna teir at vera komnir á mál.

Leygarmorgunin um 9-tíðina lokala tíð løgdu teir frá landi í Dania Beach í Florida.

Til ber at fylgja ferðini hjá teimum á heimasíðuni Riding the Gulf Stream   

[object Object]

[object Object]
Á heimasíðuni www.fl-fo.com ber til at fylgja við hvussu langt Guðrun er komin


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2022

10
Leygardagur 04. juni 2022

Lokaðar eindir: Lykilin til at menna alingina í Føroyum

Aling í lokaðum eindum á Sørvágsfirði skal bróta upp úr nýggjum í føroyskari aling, vónar stjórin í Hiddenfjord, Atli Gregersen

Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, heldur fyribyrging heldur enn viðgerð verða røttu framtíðar loysnina fyri føroyska alivinnu (Mynd: Jens K Vang)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta var niðurstøðan, sum stjórin í føroysku alifyritøkuni Hiddenfjord kom til á tíðindafundi hósdagin í Sandavági, tá Hiddenfjord almannakunngjørdi eina spildurnýggja og framlítandi frágreiðing um framtíðar føroyska aling.

[object Object]

Eitt av lyklaorðunum fyri at menna framtíðar føroyska aling eru lokaðar eindir, sum verða royndarkoyrdar í komandi viku á Sørvágsfirði. Talan er um í fyrstu syftu fýra lokaðar eindir sum partur av eini umfevnandi verkætlan, ið fer at kosta 140 milliónir krónur, varð upplýst á tíðindafundinum í Sandavági.

[object Object]

Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord gjørdi greitt, at størsti trupulleikin í alivinnuni er laksalúsin og eru lokaðu alieindirnar ein roynd at basa hesum trupulleika.  Málið er at sleppa heilt av við laksalús m.a. við at stytta um tíðina alt verður í opnum sjógvi.

Atli Gregersen sigur, at tað ræður um at fyribyrgja seg úr lúsatrupulleikunum heldur enn at viðgera seg úr teimum. Eitt av málunum við hesi nýggju royndarætlan er eisini at kanna, hvussu man kann menna aling á sjónum heldur enn at skula ala á landi, hvat er nógvar ferðir dýrari. Enn ein partur av verkætlanini er at kunna flyta skarn, sum í dag er ein trupulleiki inni á firðunum,  út á streymasjógv.

[object Object]

Hetta og mangt annað áhugavert í sambandi við føroyska alivinnu varð kunngjørt á tíðindafundinum á Fiskastykkinum í Sandavági, har spurningurin varð settur: 

- Hvat gera vit fyri at tryggja varandi aling á okkara alifirðum og í Føroyum sum heild?  

Og hesin spurningur vóna stigtakararnir verður svaraður í tí nýggju frágreiðingini um burðardygd, ið ber heitið “Í samljóði við nátturúna”, og sum alifyritøkan Hiddenfjord hevur latið gera.

Endamálið við frágreiðingini er at vísa á, hvørja ávirkan alivirksemið hjá fyritøkuni hevur, og hvat Hiddenfjord ítøkiliga ger og ætlar at gera fyri at minka um  ávirkanina á umhvørvið. Við hesi forkunnugu frágreiðing vil fyritøkan eisini vísa á, hvat tey  meta, myndugleikarnir kunnu gera fyri at tryggja, at vit fáa so burðardygga alivinnu í Føroyum sum gjørligt.

[object Object]

Frágreiðingin inniheldur upplýsingar, ið áður ikki hava verið almennar, til dømis tøl fyri botnkanningar. 

Hetta er fyrstu ferð,  at Hiddenfjord gevur út eina frágreiðing um burðardygd.

Eftir tíðindafundin hósmorgunin, varð farið á ein siglitúr at síggja nýggju lokaðu eindirnar á Sørvágsfirði, ið verða tiknar í brúk fyrstu ferð í Føroyum í komandi viku.

Vit fara her eins og í komandi greinum at kaga nærri í frágreiðingina, sum avgjørt kann gerast ein íblástur til framtíðar føroyska alivinnu. 

[object Object]

Frágreiðingin reisir og svarar spurninginum um:

Hví eina frágreiðing um burðardygd?

- Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í samljóði við náttúruna.

Burðardygd hevur altíð verið okkara fremsta raðfesting, síðani vit byrjaðu at ala laks fyrst í áttatiárunum. Vøkstur kemur í aðru røð.

Okkara virksemi skal vera skipað soleiðis, at vit tryggja varandi aling á okkara alifirðum og gera okkara til at tryggja varandi aling í Føroyum.

Tað er eisini okkara ábyrgd at gera alt, vit eru ment, at tryggja, at okkara virksemi ikki elvir til óneyðuga dálking ella útlát. Hvørki her í Føroyum ella úti í heimi.

Endamálið við hesi frágreiðing er at vísa á, hvørja ávirkan okkara virksemi hevur, og hvat vit í Hiddenfjord ítøkiliga gera og ætla at gera fyri at minka um okkara ávirkan á umhvørvið. Hetta vilja vit gera á ein hátt, sum er greiður, erligur og er bindandi fyri okkum. Við frágreiðingini vilja vit eisini vísa á, hvat vit meta, myndugleikarnir kunnu gera fyri at tryggja, at vit fáa so burðardygga alivinnu í Føroyum sum gjørligt.

[object Object]

Okkara eftirkomarar skulu hava somu góðu treytir at liva í og saman við náttúruni, sum vit hava í dag. Álit og opinleiki eru hornasteinar hjá okkum. Vit meina, at umhvørvismenning er treytað av opinleika, og at vinnan viðurkennir sínar avbjóðingar, so tær kunnu loysast. Tí halda vit okkum hava ábyrgd at vísa á, hvørja ávirkan vit hava á umhvørvið stendur m.a. í frágreiðingini, sum uttan iva fer at vera eitt gott og gevandi íkast til framtíðar kjakið um eina av Føroya størstu vinnum. 

[object Object]

[object Object]Atli Gregersen (Mynd: Jens Kr. Vang)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2022

11 Leygardagur 04. juni 2022

Nýggja skipið á Suðuroyarleiðini

Herjólfur, sum Strandferðslan hevur leigað til at sigla við farmi um Suðuroyarfjørð, kom á Skála mánadagin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Herjólfur III, sum hevur siglt millum Vestmannaoyggjar og fastlandið í Íslandi, kom um 18 tíðina mánakvøldið á Skála, har skipið skal til 30 ára klassing.

Ferjan skal sigla við farmi millum Havnina og Tvøroyri, og skal avloysa Smyril seinni í summar, tá strandfaraskipið fer í dokk.

Herjólfur III er 70 metrar langur og 16 metrar breiður.

Sverri Egholm tók myndirnar, tá Herjólfur III kom til landið:

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2022

12 Leygardagur 04. juni 2022

Hasfjord: Ógvuliga óvist nær skaðin kann umvælast

Fyrst ljóðaði, at skipið í fyrsta lagið fór at vera aftur í silging mánadagin 30. mai. Bíðað verður framvegis eftir eykalutum til gervið, sum fekk stóran skaða í Skopunar havn 10. mars

Skipið, sum fyri tað mesta siglur við farmi, hevur síðstu tríggjar vikurnar ligið uttan fyri Mest í Tórshavn - sambært Strandferðslurin er tað framvegis rættuliga óvist, nær skaðin kann umvælast. (Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri beint yvir trimum vikum vikum síðani fekk strandfaraskipið Hasfjord eitt traktordekk um skrúvuna, tá tað kom inn í Skopunar havn.

Hetta hevði millum annað við sær, at gervið hjá Hasfjord fekk stóran skaða, og tað hevur ikki eydnast at gjørt tað aftur, tí tað er ikki lætt fáa fatur á slíkum eykalutum til gomul skip sum Hasfjord.

Harvið hevur Hasfjord ikki siglt síðani 10. mai, og enn er óvist, nær Hasfjord kann koma í sigling aftur, skrivar ssl.fo.

Skipið, sum fyri tað mesta siglur við farmi, hevur síðstu tríggjar vikurnar ligið uttanfyri Mest í Tórshavn - sambært Strandferðslurin er tað framvegis rættuliga óvist, nær skaðin kann umvælast.    

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2022

13 Leygardagur 04. juni 2022

190 cruise-gestir vitjaðu í Elduvík hósdagin

Tað búgva bara ellivu fólk í Elduvík, men hósdagin var verulig innrás. Vitjanin er løgd til rættis í tøttum samstarvi við eitt nú bygdafólki

(Mynd: Runavíkar Havn)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Verulig innrás í Elduvík hósmorgunin. 190 cruise-gestir frá ferðamannaskipinum Fram hjá norsku Hurtigruten vitjaðu í bygdini, og vitjanin var væl eydnað, sigur Runavíkar havn.

Vitjanin var løgd til rættis í tøttum samstarvi millum bygdafólkið, Visit Runavík og Runavíkar havn. Tá tikið verður ímóti ferðamannaskipum í smáu bygdunum Elduvík og Funningi verður ein serstakur leistur fylgdur, har høvuðsfyriskipararnir leggja stóran dent á at tryggja sær eitt sosialt burðardygt tiltak. Í mesta lagið trý skip verða loyvd inn á Elduvík um árið.

Seinasta ferðamannaskipið, ið vitjar í Elduvík í ár, kemur mánadagin 3. oktober. 

Áðrenn fyrstu ferðafólkini komu í land, varð havnarmeistarin, Brandur Højgaard, sigldur umborð á ferðamannaskipið Fram, sum lá fyri akker beint uttan fyri Elduvík. Vanligt er, at býta um plattar, tá eitt ferðamannaskip vitjar eina havn fyrstu ferð, eitt sonevnt “Maiden Call”. Runavíkar Havn handaði skipinum ein platt úr føroyskum gróti, og skipið handaði somuleiðis ein platt við mynd av skipinum. 

Myndir: Runavíkar havn. Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]Elduvíkingurin Poul Johannes Reyná greiðir frá



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2022

14 Leygardagur 04. juni 2022

Vaksandi ferðsla í Eysturoyartunlinum

Í miðal 5.220 akfør koyrdu í Eysturoyartunlinum í mai mánaði. Tað eru næstan túsund akfør fleiri enn sama mánað í fjør

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Miðalferðslan í Eysturoyartunlinum økist støðugt. Í mai mánaði koyrdu í miðal 5.220 bilar í tunlinum um samdøgrið.

Hetta er næstan 1.000 akfør fleiri enn í mai 2021 tá 4.383 akfør koyrdu í tunlinum.

4.512 akfør koyrdu millum Eysturoynna og Streymoynna í mai meðan 707 akfør koyrdu millum Strendur og Rókina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2022

15 Leygardagur 04. juni 2022

Ferðafólkatalið í mai farið upp um 2019

Vága Floghavn hevur góðar vónir til summarið og restina árinum. Sum tað sær út nú vænti eg, at summarið fer at líkjast tí vit sóu í 2019, kanska eitt vet betri, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eftir eina ógvuliga slaka byrjan av árinum, meðan omikron framvegis herjaði, fór ferðafólkatalið um Vága Floghavn í mai í ár 7,7 prosent upp um mai mánað í 2019.  Tey ferðandi í mai mánaða í ár vóru 43.583 ímóti teimum 40.474, sum fóru um floghavnina í mai 2019. 

- Hóast byrjanin av árinum hevur verið ógvuliga trek sær vend nú út til at vera komin í, og vit hava góðar vónir til summarið og restina av árinum.  Sum tað sær út nú vænti eg, at summarið fer at líkjast tí vit sóu í 2019, kanska eitt vet betri, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn, í viðmerking.

- Hóast útlit eru til eitt gott summar skal kortini nokk so fitt til, at metárið 2019 verður tikið.

[object Object]

Tíðum hevur verið tosað um høg ferðafólkatøl í Føroyum, ikki minst í 2019, og er tí kanska vert at samanbera okkara tøl við tey síggjast kunnu aðrastaðni.

Um vit hyggja at teimum 424.281 ferðandi, sum fóru um Vága Floghavn í 2019, so síggja vit út frá skrásetingunum, at ein lítil helvt, 46 prosent, var búsitandi í Føroyum, 7 prosent vóru føroyingar búsitandi uttanlands, meðan restin, 47 prosent vóru útlendingar.  Tá vit tosa um ferðafólk, sum koma at vitja Føroyar sum turistar, er ikki vanligt at telja føroyingar við, hvørki okkum, sum búleikast her í landinum, ella teir sum vitja aftur á klettunum.

Tey 47 prosentini nevnd omanfyri fevna tí um 199.412 ferðandi, men her mugu vit minnast til, at Vága Floghavn eins á aðrir flogvallir telur ferðandi báðar vegir.  Hetta merkir tí, at tað í 2019 vóru umleið 100.000 útlendingar, sum komu loftvegis til Føroya at vitja. 

Her er tó neyðugt at leggja afturat, at tá eru allir útlendingar taldir við, eisini teir, sum komu til Føroya í øðrum ørindum enn sum turistar. Talan er tá eisini um fólk, sum koma hendan veg í arbeiðsørindum, til dømis útlendingar sum arbeiða í Føroyum, handilsferðandi o.l. Eingin neyv skráseting er av hesum viðurskiftum, men sambært eini rættiliga eftirfarandi meting var talan um umleið 70.000 fólk, sum í 2019 komu til Føroya loftvegis sum ferðafólk ella turistar.

- Hetta kanska ljóðar av nógvum, men samanbera vit við okkurt annað samfelag vit kenna, bliknar hetta tal nakað. Umleið 600.000 ferðafólk vitja til dømis á Bornholm árliga, og har er langt frá líka rúmsátt sum hjá okkum. Bornholm er 566 ferkilometrar til støddar í mun til okkara 1.400 ferkilometrar, og har búgva sløk 40.000 fólk í mun til okkum 53-54.000. Umleið 200.000 gistinætur vóru í Føroyum í 2019 meðan tey á Bornholm høvdu um 1,7 milliónir.  Hvørjum vit skulu miða eftir í Føroyum er kanska ilt at siga, men okkara tøl eru ikki høg, um vit samanbera við onnur ferðamál um okkara leiðir, sigur Regin I. Jakobsen at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2022

16 Leygardagur 04. juni 2022

Grøna málið skal náast – Gunn tekur eitt tørn afturat

Gunn Hernes hevur gjørt avtalu um fýra ár afturat sum stjóri í Norðurlandahúsinum  

Gunn er ikki bangin fyri at fáa mold undir neglirnar og vera við í teimum praktisku uppgávunum í Norðurlandahúsinum. Her er hon í gongd við eina vakstrarverkætlan við norðurlendskum plantum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ein av fyrstu ætlanunum norska Gunn Hernes hevði fyri, tá ið hon flutti úr Íslandi til Føroya fyri at seta seg í stjórasessin í Norðurlandahúsinum, var at leggja húsið um til grøna orku. Út við oljufýringini. Inn við einum grønari orkuslagi.

Tað eru nú fýra ár síðan, og mál hennara við grønu orkuni er ikki rokkið, men enn er tíð til tess. Tí nú hevur Gunn skrivað undir enn ein fýra-ára sáttmála við Norðurlendska Ráðharraráðið  og verður sitandi í sínum starvi.   

Eitt grønari hús  

Á nógvum økjum hevur Gunn tó longu sett ein grønan dám á Norðurlandahúsið. Stjórabilurin, ið brúkti bensin, varð skjótt seldur og skiftur út við ein elbil og eina løðingarstøð uttan fyri húsið, burturkast verður skilt, pappírsnýtslan er skerd, reingeringarevnini eru umhvørvisvinarlig o.s.fr.

Í tí stóra og smáa verða umhvørvisvinarligar loysnir funnar í húsinum. Av somu orsøk fekk húsið Green Key umhvørvisstemplið í 2021. Harumframt hevur húsið fingið ábyrgd av verkætlan hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum  “Burðardyggur liviháttur”, ið setur sjóneykuna á at gera tað lættari at liva burðardygt í Norðurlondum. So tey grønu átøkini mennast og gerast enn fleiri.   

List fyri øll  

Gunn er errin av at standa á odda fyri Norðurlandahúsið.

- Tað góða lívið inniheldur list og mentan. Hetta eru vit við til at skapa. Eg ynski, at húsið skal vera opið og atkomuligt og røkka út til øll í Føroyum, sigur hon.

Eitt av mentanartiltøkunum, ið hon vil draga fram frá seinastu fýra árunum, er tónleikafestivalurin Nordic Music Days, ið varð hildin í Føroyum fyri fyrstu ferð í 2021 í samstarv við Dansk Komponistforening og Felagið Føroysk Tónaskøld.

- Her fekk føroyska mentanarlívið víst fram sínar førleikar og hentleikar á bestan hátt, og var hetta við til at geva fólki framúr góðar tónleikaupplivingar.

Harumframt hevur Gunn arbeitt við at víðka listarligu skránna. M.a. við at leggja meira dent á palllist og dans, eins og hon heldur, at tað er umráðandi at birta uppundir samfelagskjakið við at seta nýggjastu evnini á breddan, so sum skrivi- og talufrælsi, LGBT+ rættindi, javnstøðu, metoo o.s.fr.   

Størsta avbjóðingin  

Gunn hevur tó møtt forðingum á vegnum seinastu fýra árini. Serliga hevur korona lagt fót fyri virksemi í húsinum. Í tíðini við frástøðu, sóttarhaldi og hondspritti viknaði flytførið til og úr Føroyum, og tað gjørdist torført at samstarva við altjóða listafólk.

- Men mótgangurin fekk á ymiskan hátt tað besta fram í okkum. Vit máttu hugsa kreativt og finna nýggjar loysnir, t.d. við atliti til talgilda miðlan. Tað var jaligt at síggja, hvussu góð og skjót vit vóru at broyta støðu, soleiðis at vit hóast korona kundu halda fram við at veita føroyingum lista- og mentanarupplivingar, sigur Gunn.  

Framtíðin  

Men hvar skal orkan leggjast komandi árini, nú ein nýggjur sáttmáli er undirskrivaður?

- Vit skulu framvegis arbeiða við at vísa fram norðurlendska list og mentan í Føroyum og føroyska list og mentan í Norðurlondum. Hetta krevur, at vit framhaldandi menna og endurnýggja okkum sum hús og staðseta okkum sum ein viðkomandi og sjónligur samstarvsfelagi fyri øll Norðurlond. Harumframt er tað ein stór uppgáva at røkja og varðveita okkara vakra hús, ið fyllur 40 ár komandi ár. Hetta skal sjálvandi hátíðarhaldast, sigur Gunn.

Stjórin frøðist eisini um vaksandi professionalismuna á mentanarøkinum í Føroyum og væntar at nógv fer at koma burturúr samstarvinum við hinar mentanaraktørarnar komandi árini. Og so er tað sjálvsagt eitt annað, sum hon enn hevur stóran áhuga fyri. At leggja um til grøna orku.

- Eg ynski enn, og arbeiði støðugt fyri, at leggja um til grøna orku í húsinum. Vit hyggja upp á ymiskar loysnir saman við kommununi. Vit skulu sleppa okkum av við oljufýringina. Tað skal eydnast.  

Starvsfólk undir Norðurlendska Ráharraráðnum verða sett við áramálssáttmálum, í Norðurlandahúsinum í fýra ár. Sáttmálin kann longjast eina ferð. Gunn Hernes varð sett í starv í Norðurlandahúsinum 1. juni 2018. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2022

17 Leygardagur 04. juni 2022

Sandavágs Timburhandil 6,6 milliónir krónur í avlopi

Ársúrslitið á 6,6 milliónir krónur er besta úrslitið hjá felagnum. Eigarin fáa 3 milliónir útgoldnar í vinningsbýti

(Mynd: Sandavágs Timburhandil)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Sandavágs Timburhandil hevur í nógv ár verið timburhandilin fyri nærøkið, fyrst og fremst sum høvuðsveitari av tilfari til byggivinnuna og seinni eisini til privat viðskiftafólk í Vágum.

Kundagrundarlagið er serliga síðani Vágatunnilin alsamt útbygt at fevna um stóran part av øllum Føroyum. Bæði til byggiverkætlanir av ymiskum slagi og til privat húsarhald í Føroyum.

[object Object]

Rakstrarroknskapurin

Bruttovinningurin hjá felagnum vísti ein vøkstur á heili 41 prosent, úr 10,7 milliónum krónum í 2020 til 15,2 milliónir krónur í 2021. Hóast nettosølan ikki er upplýst av kappingaráðum, er mest sannlíkt at vøksturin í bruttovinninginum stavar frá øktari sølu í 2021.

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt ebidta, øktist úr 4,9 milliónum í 2020 til 8,7 milliónir krónur í 2021. Vøksturin var heili 79 prosent.

Ársúrslitið í 2021 var 6,6 milliónir krónur sammett við 3,7 milliónir í 2021. Ein vøkstur á 2,9 milliónir krónur ella 78 prosent.

Fíggjarjavnin

Fíggjarjavnin hjá Sandavágs Timburhandiðli øktist úr 44,9 milliónum í 2020 til 53,8 milliónir krónur í 2021.

Høvuðspostarnir á ognarsíðuni í fíggjarstøðuni í 2021 eru støðisogn, 16 milliónir krónur og ogn í umferð, 37,7 milliónir krónur, sum bæði eru økt við ávikavist 4 og 4,9 milliónum krónum.  Serliga kann viðmerkjast at vørugoymslan í 2021 er økt við 34 milliónum og tøki peningurin er øktur við 3,8 milliónum.

Skyldur felagsins vísa at langfreistaða skuldin er niðurgoldin úr 9 milliónum í 2020 til 8,2 milliónir krónur í 2021. Stuttfreistaða skuldin er hinvegin vaksin úr 11,5 til 17,6 milliónir krónur í 2021.

Eginpeningurin hjá Sandavágs Timburhandli var í 2021 í alt 30,8 milliónir krónur og trygdarevnið, sum er eginpeningur í mun til samlaðar skyldur, var 49 prosent. 

Gjaldførið hjá Sandavágs Timburhandli var gott, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 210,8 prosent samanborið við 384,3 prosent í 2020.

Lyklatølini vísa eisini, at talan hevur verið um eitt sera gott ár. Ognaravkastið var 17,8 prosent og eginpeningsavkastið var 22,9 prosent. 

Samanumtikið er talan um eitt sera gott úrslit hjá Pf. Sandavágs Timburhandil fyri 2021.  

Eigarin av Pf. Sandavágs Timburhandli er Albert Ari Thomassen, stjóri, sum er einasti eigarin, sum er skrásettur at eiga yvir 5 prosent av partabrøvunum. 

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 3 milliónir krónur av sum vinningsbýti til eigaran. 

Sandavágs Timburhandil hevur sambært heimasíðu felagsins samanlagt 15 starvsfólk.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2022

18 Leygardagur 04. juni 2022

Kjølur besta árið nakrantíð

Tað gongur væl hjá Spf. Kjøli. Ársúrslitið eftir skatt í fjør gjørdist 4,7 milliónir krónur

(Mynd: Google Maps)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Spf. Kjølur hevði eitt avlop á 4,7 milliónir krónur, sum er besta árið hjá fyritøkuni higartil.

Fyritøkan Kjølur í Klaksvík var stovnað í 2007, at byrja við sum heildarveitri til línuflotan og skip annars. Síðani er fyritøkan ment við øðrum vørum og tnastum til at kallað alla vinnu í Føroyum umframt til almennar og privatar kundar. 

[object Object]

Bruttovinningurin hjá Kjøli í 2021 var 10,4 milliónir krónur sammanborið við 9,7 milliónir krónur í 2020. 

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt ebidta, øktist úr 5,6 milliónum í 2020 til 6,2 milliónir krónur í 2021, sum var ein vøkstur á 11 prosent. 

Ársúrslitið eftir skatt gjørdist í 2021 eitt avlop á 4,7 milliónir krónur sammett við 3,9 milliónir í 2020. Vøksturin í úrslitinum var 19 prosent. 

Fíggjarstøðan hjá felagnum javnvigaði við 17,4 milliónum krónum í 2021, sum er at kallað óbroytt í mun til 2020 tá javnin var 17,1 milliónir

Ognarsíðan vísur, at støðsogn er minkað úr 3,8 milliónum í 2020 til 1,6 milliónir krónur í 2021. Ogn í umferð er hinvegin økt úr 13,3 til 15,8 milliónir krónur í 2021.

Eginpeningurin hjá Kjøli er øktur úr 10,4 milliónum í 2020 til 12,6 milliónir krónur í 2021. 

Trygdarevnið hjá felagnum í 2021 er 72 prosent, sum má metast at vera sera gott. 

Felagið hevur onga langfreistaða skuld.  Stuttfreista skuldin er fallin úr 6,8 milliónum í 2020 til 4,8 milliónir krónur í 2021. 

Aðalfundurin hjá Kjølur Sp/f hevur samtykt, at luta 3 milliónir krónur í vinningsbýti út til eigararnar.  Stjóri í felagnum er Hans Arni Bjarnason Thomsen. Nevndarformaður er Jákup A. Mikkelsen. 

Eigarar av felagnum er Spf. Finna og Spf. B&E.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá Ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2022

19 Leygardagur 04. juni 2022

Fýra milliónir krónur til bankarnar og landið frá metgóðum Elektron-úrsliti

Ársroknskapurin hjá Elektron vísir eitt avlop upp á 15,7 milliónir krónur eftir skatt. Hetta er besta úrslitið síðani felagið varð stovnað fyri gott 57 árum síðani

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ársroknskapurin hjá Elektron er júst almannakunngjørdur. Eftir nøkur ár við broytingartilgongdum og smærri rakstrarligum yvirskotum, kundi Elektron á aðalfundi í gjár tann 1. juni framleggja besta rakstrarliga úrslit higartil. 

Úrslitið fyri 2021 varð heilar 15,7 milliónir krónur eftir skatt. Av úrslitinum verða 4 milliónir krónur goldnar eigarunum í vinningsbýti, sigur Elektron í tíðindaskrivi.

Eigararnir eru bankararnir og Føroya Landstýri.

Bruttoúrslitið var 60,6 milliónir krónur í 2021. Hetta er ein hækking upp á 6,8 milliónir krónur í mun til árið fyri. 

Fyritøkan er fíggjarliga væl fyri og hevði við árslok ein tøkan pening á 12,8 milliónir krónur og onga rentuberandi skuld. Fíggjarstøðan javnvigar við 57,3 milliónum krónum og eginognin var 34,5 milliónir, ið svarar til ein solvens upp á 60 prosent.

60 fólk starvast á Elekstron, sum var stovnað fyri skjótt 57 árum síðani.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2022

20 Leygardagur 04. juni 2022

Inntøkan hjá Vágs kommunu í fjør var 68,6 milliónir krónur

Hetta var næstan júst tað, ið mett varð frammanundan. Raksturin var umleið 57 milliónir krónur - roknskapurin hjá Vágs Kommunu varð góðkendur í vikuni

Vágs Kommuna gjørdi í 2021 íløgur fyri umleið 7,3 millónir krónur
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á býráðsfundi týskvøldið varð roknskapurin hjá Vágs Kommunu fyri árið 2021 viðgjørdur og samtykur.

Inntøkurnar hjá Vágs kommunu í 2021 vóru 68,6 milliónir krónur. Tá fíggjarætlanin fyri 2021 var samtykt, varð mett, at Vágs kommuna fór at hava inntøkur á umleið 68,3 milliónir. Sostatt vóru inntøkurnar umleið 300.000 krónur hægri enn mett varð í fíggjarætlanini.

Vágs Kommuna gjørdi í 2021 íløgur fyri tilsamans umleið 7,3 milliónir krónur.

Sum vant, er tekniska øki ein týðandi partur av íløgunum, høvuðsvegur var asfalteraður frá miðbýnum og vestur til Gjógvará og hildið var fram at gera vegastrekkið í Brekkubø, sum er bert manglar at blíva asfaltera. Fleiri av gomlu trælyktapelunum vóru skiftir út við stálpelar og LED ljós; umframt at gongubreytin út á Marknoyri var gjørd liðug.

Eisini onnur øki í Vágs kommunu fingu dagføringar í 2021 millum annað var Páls Høll dagførd við einum nýggjum stórskíggja, tí gamli skíggin, hevði tant fyri seg. Nýggi stórskíggin gevur betri møguleikar, til frama fyri svimjikappingar í Páls Høll og hann gevur møguleikar hjá Vágs kommunu, at lýsa við tí sum kommunan skipar fyri.

Í Vágs skúla vóru tey síðstu vindeyguni og hurðarnar skiftar, og harvið eru komið á mál við hesari dagføring. Nýtt hallargólv/sena var keypt til Vágshøll og VB húsið. ABA skipan var sett upp í barnagarðinum Eikilund. ABA skipan er, ein eldávaringarskipan, sum gevur boð beinleiðis til alarmsentralin um eldur er í, hetta burdi verið gjørt, tá Eikilund stóð liðugur í 2013. Í 2021 fekk Vágs kommuna nýggja heimasíðu, sum hevur hon verið væl móttikin, umframt intranet til starvsfólk hjá kommunumi.

Raksturin av Vágs kommunu kostaði í 2021 umleið 57 milliónir krónur, ein hækkan á umleið 2,4 prosent ella 1,3 milliónir krónur í mun til raksturin í 2020. Ein partur av vøkstrinum er lønarvøkstur, annars vaks vanligi kommunali raksturin ikki.

Umframt kommunala raksturin, so er Vágs kommuna eisini partur av fleiri kommunalum samstørvum, m.a. innan Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy og Barnaverndatænastanuni í Suðuroynni. Í 2021 kostaði eldraøkið Vágs Kommunu umleið 18,1 milliónir krónur í mun til 17,7 í 2020. Inntøkurnar til eldraøkið, koma frá eftirlønargjøldum og frá FAS, DIS o.ø frádráttum, tær vóru í 2021 18,3 milliónir krónur.

Barnaverndartænastan í Suðuroynni kostaðið fyri Vágs kommunu 2,5 milliónir krónur í 2021; í mun til 2,1 milliónir í 2020.

Úrslitið av rakstrinum hjá Vágs kommunu, sokallaða RLÚ, í 2021 var eitt avlop á umleið 3 milliónir krónur.

Í 2021 rindaði Vágs kommuna 3,6 milliónir krónur til afturgjald av lánum. Við árslok 2021 var nettoskuldin hjá Vágs Kommunu 49,2 milliónir krónur. Skuldin stavar í størsta mun frá yvirtøkunum av Páls høll og Marghøllini, sum vóru yvirtiknar í 2019.

Tíðindaskriv frá Vágs kommunu

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2022

21 Leygardagur 04. juni 2022

275 ár í starvi hjá Atlantic Airways

12 starvsfólk hjá Atlantsflogi vórðu heiðrað í vikuni. Tey hava starvast har í ávikavist 20, 25 og 30 ár

(Mynd: Atlantic Airways)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikudagin skipaði Atlantic Airways fyri hátíðarløtu í sambandi við, at 12 starvsfólk hava starvast hjá Atlantic Airways í ávikavist 20, 25 og 30 ár.

Av tí at koronufarsóttin hevur herjað seinastu tvey árini, vóru starvsdagar savnaðir saman til stóra hátíðarløtu, ið var hildin á høvuðsskrivstovuni hjá Atlantic Airways seinnapartin mikudagin.

Jóhanna á Bergi handaði blómutyssi og gávur til hesi trúføstu starvsfólk, ið tilsamans hava starvast í felagnum í 275 ár.

Jóhan í Niðristovu hevur starvaðast í felagnum í 30 ár. Eystein í Løðu, Hans Erik Jakobsen, Estrid Hansen, Oddbjørg Magnussen og Thora Holm hava starvast í Atlantic Airways í 25 ár, og Kári í Haraldstovu, Rasmus Niclasen, Ellef Ellefsen, Gunnleivur Mikkelsen, Nancy Justinussen og Sigvør Magnusardóttir Debes hava starvast í felagnum í 20 ár. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2022

22 Leygardagur 04. juni 2022

Skulu kanna hvussu tøknirisarnir ávirka fólkaræðið

Jákup Brúsá er føroyskt umboð í nýsettum arbeiðsbólki við kt-serfrøðingum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Jákup Brúsá, ráðgevi í talgildari marknaðarførslu og samskifti, er valdur í eina norðurlendska tankasmiðju, sum skal kanna, hvørja ávirka stóru altjóða tøknifyritøkurnar hava á fólkaræðið, demokratiið, í Norðurlondum.

Mett verður at hesar stóru KT-fyritøkurnar hava fingið størri ávirkan á fólkaræðið hesi seinastu árini. Norðurlond eru millum tey mest talgildu londini í heiminum, og ein alsamt størri partur av almenna kjakinum gongur nú fyri seg á netinum.

Tí hava norrønu mentamálaráðharrarnir gjørt av at seta ein bólk av serfrøðingum úr øllum Norðanlondum í eina tankasmiðju.

Ynskið er at kunna savna inn vitan og royndir frá øllum Norðanlondum til tess at gera felags átøk.

- Tøknirisarnir fylla sera nógv í gerandisdegnum hjá borgarunum, og teir ávirka okkara fólkaræði. Í norðurlondum eru vit frammalaga í talgildingini samstundis sum vit øll eisini eru ivasom um ta ávirkan, sum tøknin hevur á okkara samfeløg.

- Tí ynskja vit meira vitan um, hvussu og í hvønn mun algoritmur ávirka okkum og fólkaræðið, og hvat vit kunnu gera politiskt fyri at fáa eina størri demokratiska ávirkan á menningina, sigur Ane Halsboe-Jørgensen, donsk mentamálaráðkvinna.

Tað er danska mentamálaráðið, ið samskipar arbeiðið hjá nýsettu tankasmiðjuni. Danin Tobias Bornakke er formaður. Tey stóru londini hava valt tvey umboð hvørt í arbeiðsbólkin, meðan Føroyar, Grønland og Áland hava valt hvør sín lim.

Umframt hesa tankasmiðjuna, hava norðurlendsku mentamálaráðharrarnir eisini bílagt eina kanning um hvørja ávirkan tøknirissarnir hava á tíðindamiðlarnar. Kanningin skal gerast av Nordicom, Center for nordisk Medieforskning, sum heldur til á lærda háskúlanum í Göteborgs. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2022

23 Leygardagur 04. juni 2022

Finn hevur handað Súsonnu stjóralyklarnar

Vaktarskifti á brúnni í Keypsamtøkuni

Súsanna Poulsen og Finn Nielsen (Mynd: Føroya Keypsamtøka)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mikudagin var vaktarskifti á brúnni í FK. Stjórin hesi seinastu 41 árini, Finn Nielsen, gavst og Súsanna Poulsen tók stýringina.

Finn Nielsen byrjaði í læru í Keypssamtøkuni í 1967 og tók við stjórastarvinum 1. juni í 1981. Hann hevur sostatt myndað alla ta menning, ið FK hevur verið ígjøgnum í eitt mannaminni.

Súsanna Poulsen kemur úr starvinum sum rakstrarstjóri í Pisiffik í Grønlandi, har hon hevur havt dagligu leiðsluna av 54 handlum.

Móttøka verður fyri fráfarandi og nýggjum stjóra seinni í mánaðinum, sigur Føroya Keypsamtøka.

[object Object]
Súsanna Poulsen (Mynd: Føroya Keypsamtøka)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2022

24 Leygardagur 04. juni 2022

Johnleif Gerðisá nýggjur kvøldskúlaleiðari í Nes kommunu

41-ára gamli maðurin av Nesi er námsfrøðingur, umframt at hann hevur lokið svimjilæraraprógv, venjaraútbúgving, dómaraprógv hjá DBU, hægri handilsútbúgving á Kambsdali og útbúgving í telduflokki á Kambsdali. Hann avloysir Áka Dyssegaard í starvinum

Johnleif Gerðisá (Mynd: nes.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nes kommuna søkti fyrr í ár eftir nýggjum leiðara til Tofta kvøldskúla, av tí ar Áki Dyssegaard, segði seg úr starvi.

Heimasíðan hjá Nes kommunu skrivar, at tað komu tríggjar umsóknir til leiðarastarvið, og at tað á bygdaráðsfundi 2. mai 2022 varð avgjørt at seta 41-ára gamla Johnleif Gerðisá av Nesi í starvið.

- Johnleif Gerðisá er námsfrøðingur, umframt at hann hevur lokið svimjilæraraprógv, venjaraútbúgving,  dómaraprógv hjá DBU, hægri handilsútbúgving á Kambsdali og útbúgving í telduflokki á Kambsdali. Harumframt hevur Jónleif drúgvar starvsroyndir innan barna- og ungdómsarbeið. Hann hevur verið bæði leiðari í ungdómshúsi, venjari og samskipari innan ítrótt.

Johnleif Gerðisá tekur við starvinum tann 1. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2022

25 Leygardagur 04. juni 2022

Landskassans skuld minkað við 200 milliónum

Hetta kemst av, at Føroya Landsstýri í vikuni afturrindaði eitt lán á 1,3 milliardir, og hetta varð gjørt við at endurfíggja 1,1 milliard og við at rinda 200 milliónir krónur av landskassans gjaldføri

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri nøkrum døgum síðani, tók Føroya Landsstýri eitt 2-ára lánsbrævalán á 1,1 milliardir krónur. Hetta lán er brúkt til at rinda skuld aftur við, sum fall til gjaldingar í vikuni - ein sokallað endurfígging. 

Harafturat rindar landskassin 200 milliónir krónur av gjaldførinum, og tískil minkar landskassans skuld við 200 milliónum krónum.  Tað skrivar Landsbanki Føroya í tíðindaskrivi.

- Landskassans gjaldføri skal sambært lóg vera 15 prosent av BTÚ, og tað svarar í 2022 til góðar 3 milliardir krónur. Landskassans gjaldføri hevur í 2022 í miðal verið góðar 3,4 milliardir krónur, sum er væl oman fyri lógarkravið. Tí var mett ráðiligt at nýta 200 milliónir krónur av landskassans gjaldføri til at rinda skuld niður við.

At skuldin er niðurgoldin við 200 milliónum merkir, at nominella lánsbrævaskuld verður landskassans 3.743 milliónir krónur, sum er 18 prosent av BTÚ við ársenda 2021.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2022

26 Leygardagur 04. juni 2022

Vísindalig grein um fyrstu orðini hjá føroyskum børnum

Greinin hjá Sissal M. Rasmussen, ph.d. og adjunkti á Fróðskaparsetur Føroya, er komin út í Nordic Journal og Linguistics

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Grein hjá Sissal M. Rasmussen við heitinum “Faroese children’s first words” er komin út í tíðarritinum Nordic Journal of Linguistics, Cambridge University Press.

Gransking vísir á týdningin, sum orðfeingi hevur fyri máltøku hjá børnum, eisini í mun til aðrar partar av málsligu menningini hjá børnum til dømis setningsgerð og lesiførleikar.

Úrslitini í hesi greinini byggja á dátur frá 415 føroyskum børnum í aldrinum 8 til 20 mánaðir.

Í greinini sæst, hvørji tey fyrstu orðini hjá føroyskum børnum eru, og hvørji eyðkennini við hesum orðunum eru.

Í greinini er ein listi við 50 teimum fyrstu orðunum, sum føroysk børn duga at siga. Greinin vísir eisini, hvussu føroysk børn læra orð samanborið við børn í londum rundan um okkum, og fyrstu orðini hjá føroyskum børnum og enskum børnum vera borðin saman.

Sissal M. Rasmussen, ph.d. er adjunktur á Fróðskaparsetur Føroya. Hon hevur skrivað ph.d-ritgerð um máltøku hjá føroyskum børnum, arbeitt við málsligari menning og at gera tilfar ætlað børnum og teimum, sum eru um børnini.

Kelda: Granskingarráðið


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2022

27 Leygardagur 04. juni 2022

Vælferðartøkni og etikkur

Etiskir spurningar um eitt nú tólmenni í røktini verða tiknir upp á tiltaltaki í komandi viku

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vælferðartøkni er vorðin ein týðandi partur av okkara lívi. Vit tosa her um tøkni við tilgjørdum viti (AI, Artificial intelligence), so sum tólmenni (robottar), appir og telduforrit, sum kunnu lætta um ívgerandisdegnum. Tøkni, sum ger fólk betur før fyri at vera virkin, røra seg, taka lut og at klára seg sjálvi, ikki minst teimum, ið tørva røkt, antin tað er í egnum heimi, á røktarheimi ella øðrum stovni.

Vælferðartøkni kann soleiðis eisini vera við til at leysgeva arbeiðsorku, samstundis sum hon kann betra um trygd og lívsgóðsku hjá borgarunum.

Men við vælferðartøkni stinga nógvir etiskir spurningar seg eisini upp. Hvussu ávirkar tað sambandið millum menniskjur, tá ið tøkni og tøkniskipanir yvirtaka partar av røktini? Ber tað til at siga nei til vælferðartøkni, sum verður boðin einum, og fáa okkurt annað í staðin? Hvussu tryggja vit, at brúkarin verður hoyrdur og tikin við upp á ráð? Hava vit lov til at hava eftirlit við fólki gjøgnum tøkniskipanir, um tey ikki sjálvi hava givið sítt samtykki? Hvør hevur ábyrgdina fyri, at vælferðartøknin riggar sum hon skal? Og hvør hevur ábyrgdina, tá okkurt gongur galið? Og so framvegis.

Fyri at varpa ljós økið, umframt at finna fram til og kjakast um so nógvar etiskar spurningar sum til ber, skipa Etiska ráðið og Sjúkrarøktaretiska ráðið í felag fyri einum tiltaki um vælferðartøkni og etikk seinnapartin týsdagin 7. juni í Smæruni í Havn.

Tiltakið verður skipað soleiðis, at umboð fyri mennarar, veitarar, brúkarar og onnur fáa høvi til lýsa evnið “Etikkur og vælferðartøkni” frá sínum sjónarhorni, við stuttum framløgum, sum verða stroymdar beinleiðis og sjónbandaðar til útgávu á heimasíðum.

Tilmelding fer fram á Facebook, har tiltakið og skráin fyri tiltakið er at finna á vangunum hjá Etiska ráðnum.

Tíðindaskriv frá Etiska ráðnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2022

28 Leygardagur 04. juni 2022

Starvsfelagið yvirtikið sáttmálaøki frá HK

Starvsfelagið hevur skrivað undir avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum er galdandi fyri sløkkiliðsfólk á Vága Floghavn

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Starvsfelagið hevur skrivað undir avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum er galdandi fyri sløkkiliðsfólk á Vága Floghavn. Í avtaluni hevur Vága Floghavn fyri fyrstu ferð staðfest, at kollektivur sáttmáli er galdandi fyri økið á flogvøllinum.

Avtalan merkir, at Starvsfelagið hevur yvirtikið sáttmálan fyri øll sløkkiliðsfólk frá felagnum HK Danmark, sum áður hevur havt sáttmálan fyri hesi starvsfólk í nógv ár, hóast málsøkið varð flutt til Føroya í 2007.

Starvsfelagið hevur frammanundan viðtøkusáttmála fyri aðrar starvsbólkar á flogvøllinum, so sum starvsfólk á verkstaðnum, skrivstovu og kunningardiskinum. Við nýggju avtaluni veksur sáttmálaøki hjá Starvsfelagnum á flogvøllinum, og arbeitt verður framhaldandi at fáa fleiri starvsbólkar við í sáttmálan.

Ynski hevur verið frá bæði starvsfólkum og arbeiðsgevara um at fáa føroyskar sáttmálar við føroyskt fakfelag fyri flogvøllin og partarnir eru fegnir um, at hetta nú er vorðið til veruleika.

- Tað er ein góð avtala, sum er gjørd, og vit eru væl nøgd, sigur Dennis Jørgensen, formaður í HK Stat Hovedstaden, sum umboðar HK Danmark í málinum. Okkara limir eru nøgdir og tí eri nøgdur, leggur hann afturat.

- Hetta hevur verið ein drúgv og trupul tilgongd, tí so nógvir partar hava verið íblandaðir. Eg havi alla tíðina sett mær fyri, at eg skal ikki forða fyri, at limirnir fáa tað, sum tey vilja hava. Við nýggju avtaluni verða viðurskiftini betur skipað og eg vóni, at tað verður meira friður fyri starvsfólkini, sigur Dennis Jørgensen.

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, er eisini væl nøgdur við sáttmálan. – Tað, sum er gott við avtaluni, er, at vit hava fingið staðfest ein kollektivan sáttmála á økinum, so nú hava vit skipaði viðurskifti á flogvøllinum. Vit hava eisini fingið føroyskan sáttmála og tikið økið heim. Avtalan tryggjar, at eingin av starvsfólkunum missur nøkur rættindi og eingin fer niður í løn. Og tað besta er, at vit hava fingið ein sáttmála, sum starvsfólkini sjálvi hava tikið avgerð um og tey hava sjálvi valt at koma við í Starvsfelagið, sigur Súni Selfoss.

Avtalan, sum er undirskrivað í dag, kemur í gildi beinanvegin. Partarnir fara undir at gera ein fullfíggjaðan sáttmála skjótast gjørligt, sum skal koma í gildi 1. januar 2023. Henda avtala fer úr gildi samstundis sum fullfíggjaður sáttmáli kemur í gildi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2022

29 Leygardagur 04. juni 2022

Volkswagen mest seldi bilur í mai

Men Toyota er ovast á listanum yvir mest seldu bilamerkir í ár

(Mynd: Bilasølan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nógv færri akfør eru skrásett fyrstu mánaðirnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør, men nú bendir okkurt á, at fólk í størri mun aftur eru farin at keypa bilar.

Í øllum førum vóru tvey fleiri akfør seld í mai 2022 enn tað vóru í mai 2021. 279 akfør eru seld í mai í ár meðan 277 vóru seld sama mánað í fjør.

Mest selda bilmerki hendan mánaðin er týska Volkswagen við 32 bilum. Næstmest selda bilmerki er Toyota við 30, meðan 29 Fordbilar eru skrásettir.

Verður hugt eftir samlaða talinum fyri fyrstu fimm mánaðirnar er tað Toyota sum eigur fyrsta plássið við 123 bilum. Hyundai og Volkswagen deilast um annað plássið við 101 bilum.

Volkswagen var mest seldi bilur í farna mánað við 32 nýggjum skrásettum bilum. Tað sæst í hagtølunum, sum Akstovan dagførir í byrjanini av hvørjum mánað.

Mest seldu bilmerki mai 2022

1. Volkswagen (32 akfør)
2. Toyota (30 akfør)
3. Ford (29 akfør)
4. Kia (28 akfør)
5. Volvo (22 akfør)
6. Hyundai (20 akfør)
7. Honda (18 akfør)
8. Mercedes-Benz (15 akfør)
9. Audi (9 akfør)
10. Brenderup (8 akfør)

Mest seldu bilmerki í 2022

1. Toyota (123 akfør)
2. Hyundai (101 akfør)
3. Volkswagen (101 akfør)
4. Ford (94 akfør)
5. Volvo (81 akfør)
6. Kia (76 akfør)
7. Mercedes-Benz (62 akfør)
8. Mazda (45 akfør)
9. Citroen (42 akfør)
10. Renault (39 akfør)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2022

30
Leygardagur 04. juni 2022

Gadus kom heim til Norðoyastevnu

Flakatrolarin Gadus kom á Klaksvík síðsta fríggjakvøld við 500 tonsum av flaki

Mynd: Kristian Vágsheyg Kruse
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Gadus hevur fiskað í norska partinum av Barentshavinum hendan túrin.

Fiskiskapurin hevur verið hampiligur, og skipið og manning hevur verið burtur í burtur síðan 8. mars, og komu heim fríggjakvøldið undan Norðoyastevnu.

Nakað av fólki var komið á bryggjuna at taka ímóti.

Hin flakatrolarin hjá reiðarínum, Sjúrðarberg, var eisini ávegis á Klaksvík. 

Sjúrðarberg hevur 420 tons av flaki, og kom á Klaksvík mánadagin.

Sjúrðarberg fór úr Føroyum 24. mars, og hevur eisini fiskað í norska partinum av Barentshavinum.

Kristian Vágsheyg Kruse tók myndirnar

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2022

31
Leygardagur 04. juni 2022

Fisher Bank skal royna við tveimum trolum

Gamal kenningur á Fuglafirði í vikuni

Dan Eyvindsson og Kristian Thomsen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Mánadagin lá franski ísfiskatrolarin Fisher Bank á Fuglafirði. Hóast navnið var ókent, so sá skipið kent út.

- Jú, hetta er fyrrverandi Lerkur, hjá Faroe Origin í Runavík, sum fyrst í novembur varð seldur til Fraklands, saman við Róki. Navnið og flaggið er nýtt og partur av manningini er nýggjur, men skipið er tað sama. Tað segði Kristian Thomsen, skipari.

Maskinmeistarin og bátsformaðurin eru eisini føroyingar.

- Skipið hevur ligið síðani novembur á Akureyri í Íslandi, har øll verksmiðjan er skift út. Harafturat eru aðrar smávegis dagføringar og betringar gjørdar, so skipið er væl rigga og í góðum standi, sigur hann.

- Einasta gamla á verksmiðjuni eru báðar kryvjimaskinurnar. Bond, pavnar, vatn, el, luft og annað er alt nýtt. Nú koma vit at skilja fiskin í fýra støddir, og so verður hann vigaður í 100 kilo pavni, sum so sleppur hann niður á flutningsbandið í lastini fyri síðani at føra hann í 300 kilo kør við krapísi, sigur Kristian.

- Vit koma at fiska upsa og annan fisk í Norðsjónum og vestan fyri Hetland, og landa hann í Hanstholm. Vit koma eisinin at royna við tveimum trolum og tí hava vit fingið eina vekt upp í triðja spælið, sum rullar eftir botni millum trolini, sigur hann.

- Bæði Lerkur og Rókur vóru bygdir við trimum trolspølum og til tvey trol, so tað var ikki tann stóra riggingin. Nú skulu vit fáa trolspøluni at samstarvað, og royna útgerðina undir Føroyum, áðrenn leiðin liggur niður í Norðsjógvin, sigur Kristian.

Dan Eyvindsson skal vera skipari á fyrrverandi Róki, sum eisini skal royna við tveimum trolum eftir upsa í Norðsjónum. Hann verður klárum um ein mánað.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2022

32 Leygardagur 04. juni 2022

215.00 krónur til Team Rynkeby Føroyar

Team Rynkeby Føroyar skipaði leygarkvøldið fyri árliga galladøgurðanum, og í ár gav døgurðin 15.000 krónur meira enn í 2021

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarkvøldið 28. mai var árligi galladøgurðin, sum Team Rynkeby Føroyar skipar fyri, hesaferð á Hotel Føroyum. Aksel Haraldsen var vertur í ár, og hann beyð vælkomin, nú níggjundi døgurðin varð hildin.

Gestirnir hugnaðu sær, og undirhaldið var sera gott, skrivar Team Rynkeby Føroyar í tíðindaskrivi.

Áðrenn farið varð til borðs, sang Haderslev drengekor í gongini fyri gestunum, og eisini vóru tónleikaframførslur frá Herborg Torkilsdóttir, Benjamin Petersen, Brimhvítt, Inga Poulsen og Jens Marna Hansen umframt skemt frá Sjúrði Skaale.

Eisini hevði Barbara Holm samrøðu við Benjamin Petersen, sum er pápi gentu, sum hevur havt hjartasjúku.

Tá borðhaldið var um verða liðugt, handaði Guðrið Poulsen frá Hotel Føroyum Trygva Kallsoy, liðskipara hjá Team Rynkeby, kekk fyri innkomnu pengarnar, sum galladøgurðin gevur, og upphæddin í ár var 215.000 krónur – meira enn í fjør, tá upphæddin var 200.000 krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2022

33 Leygardagur 04. juni 2022

Bátastevnan í Vestmanna

Farna vikuskiftið var Bátastevnan í Vestmanna, og luttøkan var góð tá upp ímóti 200 bátar vóru við í siglingini. Nógv tiltøk vóru eisini á landi

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jens Kristian Vang tók hesar myndirnar á Bátastevnuni í Vestmanna. Fleiri myndir síggjast her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2022

34 Leygardagur 04. juni 2022

Color run í Vági

Næmingar í Vági vóru á litríkum rennitúri í góðveðrinum mikudagin

(Mynd: Bjartur Vest)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Næmingar í 1-7. flokki og Lonini úr Vágs skúla og úr Ítróttarskúlanum runnu mikudagin runt vatnið í ein tíma í sonevndum Color run.

Litpulvur varð blakað á næmingarnar tá teir runnu.

Bjartur Vest tók myndirnar. Nógv fleiri myndir eru at síggja her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2022

35 Leygardagur 04. juni 2022

Signar og Kim framføra á Summar Festivalinum

Tveir av best umtøktu føroysku solistunum og umframt vágasound og endurføddu Safir eru komnir afturat røðini av nøvnum, sum framføra í Klaksvík í summar

Signar í Homrum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað var í tjaldinum á Summar Festivalinum, at Signar í Homrum fyri meira enn 10 árum síðani staðfesti seg sum solist í føroyskum tónleiki.

Signar hevði annars spælt í fleiri bólkum – ikki minst væl umtóktu Kjølar – men hann var farin at útgeva sangir sum solistur, og við einari minniligari framførslu í fullsettum tjaldi steig Signar veruliga inn á føroyska tónleikapallin sum ein av okkara best umtóktu solistum. Nú fer hann aftur at hava framførslu í tjaldinum saman við bólki sínum.

Við sannførandi klaverspæli og framúr góðari sangrødd hevur Kim Hansen spælt seg inn í hjørtuni hjá føroyingum. Hann hevur spælt í ymiskum tónleikabólkum, men stendur serliga sterkur sum solistur. Við sangum sum «Maria«, »Meistarin«, »Ein country og western sang« og »Fagri flokkur« hevur hann sungið og tulkað sangir, sum fáir føroyskir sangarar megna tað. Kim fer at spæla sum solistur.

[object Object]
Kim Hansen

Og Summarfestivalurin heldur fram við føroyskum nøvnum á plakatina fyri stóra tónleikahátíðarhaldið í Klaksvík.

Seinni í vikuni kunngjørdu tey so tvey nøvn afturat  - talan er um tvær framførsur, ið vera serstakar á ymsan hátt.

[object Object]

Magnus av Stongum, Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall eru millum fremstu umboðini av vágasound og hava gjøgnum árini samstarvað á ymiskan hátt.

Onkuntíð hevur tað verið í Tinganest, onkuntíð Vágaverk, onkuntíð Stongum & Guttesen og á Summar Festivalinum 2022 verður tað Stongum, Guttesen & Ravnsfjall.

Hetta skriva fyrireikingarnar, ið vænta ein heilt serliga løtu við vágamonnum og sangum sum "Eftir 1001 nátt", "Annan sang", "Medistari í karry", "Kom heim" og "Rumbuldós".

[object Object]

Poppbólkurin Safir er í gongd við eitt comeback í hesum døgum og hevur millum annað givið nógv spælda sangin "Vár" út. Tað eru Tór Verland Johansen og Janus Trúgvason, ið manna bóltin.

Safir gav út í 1996 og fleiri sangir á hesari útgávu eru framvegis heilt kendir í dag – eitt nú "Tú ert so deilig", "Høgra Jam" og "Mánin". Fyrst í august skal bólkurin fyri fyrstu ferð spæla á Summar Festivalinum.

Summar Festivalurin hevur, orskaða av koronustøðuni, ikki verið á skrá seinastu tvey árini. Í ár verður hann dagarnar 4. til 6. august.

  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2022

36 Leygardagur 04. juni 2022

Trio Hinumegin Ringvegin spælir á Hymir

Kári P við orkestri verður at hoyra á Gørðunum í Vági í kvøld

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag verður skipað fyri Hymir, einum hugnaligum drekka- og matfagnaði, í gamla býlinginum á Gørðunum í Vági.

Umframt spennandi staðbundnar matupplingar og framsýningar, er eisini tónleikur á skránni, eitt nú við einum av av fólkakæru tónaskaldum okkara, Kára P. 

Kári P. fer saman við orkestri sínum, kallað Trio Hinumegin Ringvegin, at spæla á Hymir. Trio Hinumegin Ringvegin er umframt Kára P., mannað av Fini Hansen og Edvardi Nyholm Debess.

Kári P. hevur latið úr hondum tvær útgávur, “Vælferðarvísur” og “Hinumegin Ringvegin” – og úr rúgvuni er bæði “Kalli Kat”, “Súrligar nætur í Keypmannahavn”, “Villar Víddir” og “Meirilutin ræður” vorðnar fólkaogn. Kári P. fekk í 1995 M.A. Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir, og í 2020 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.

[object Object]
Trio Hinumegin Ringvegin. Frá vinstru: Finnur Hansen, Kári P. og Edvard Nyholm Debess


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2022

37 Leygardagur 04. juni 2022

Stóra útigudstænastan í Gundadali 2. hvítusunnudag

Árliga útigudstænastan í Gundadali, sum vanliga savnar nógv fólk, verður 2. hvítusunnudag. GHM og Havnar Hornorkestur spæla til sálmasangin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

2. hvítusunnudag klokkan 11 verður stóra útiguðstænastan á ovara vølli í Gundadali.

GHM og Havnar Hornorkestur fara aftur í ár at spæla til sálmasangin. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar prædikar, og Hanus Pál Jógvansson hevur eina søgu til børnini. 

Prestarnir siga, at tað er ikki neyðugt at hava sálmabók við, tí sanghefti er gjørt til endamálið. Dentur verður lagdur á, at hetta er ein guðstænasta fyri øll.

Eftir guðstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í Badmintonhøllini við onkrum afturvið. Okkurt gott er eisini til børnini, verður sagt.

Sóknarprestarnir og kirkjuráðini í Suðurstreymoy skipa fyri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2022

38 Leygardagur 04. juni 2022

Hvítusunnumøtir í Meinigheitshúsinum um vikuskiftið

Formaðurin í Indre Mission í Danmark, Hans-Ole Bækgaard, talar á øllum møtunum í Tórshavn

Hans-Ole Bækgaard, prestur og formaður í Indre Mission, talar her til eitt møti í Danmark
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hetta vikuskiftið skipar Meinigheitshúsið í Havn fyri møtirøð, har fýra møtir eru á skránni.

Øll vera við formanninum í Indre Mission í Danmark, Hans-Ole Bækgaard. Hann hevur verið formaður í felagskapinum, ið svarar til føroysku Heimamissiónina, síðan 2011, og síðani 2019 hevur hetta verið ein fulltíðar tænasta. Áðrenn tað var hann prestur í Aarhus Bykirke, skrivar trubodin.fo

- Hetta vikuskiftið er hvítusunna, og tá minnast vit, hvussu Heilagi Andin kom yvir Jesu lærusveinar. Tí verður hetta eisini evni til møtirøðina: Hvør er Heilagi Andin og hvat ger hann. Harafturat verður góður sangur, og aftaná hvørt møti høvi at hugna sær saman aftur við einum góðum drekkamunni.

Hetta skrivar Trúboðin. Á heimasíðuni ber til at síggja alla skránna. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2022

39 Leygardagur 04. juni 2022

Ovurstórt hall hjá SAS

Nú ferðahugurin er vaksin aftur, er stórt trot á starvsfólki hjá flogfelagnum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Skandinaviska flogfelagið, SAS, hevði 1,52 milliardir svenskar krónur í halli annan ársfjórðing í ár.

Saman við fyrsta ársfjórðingi merkir tað, at hallið í fyrra hálvári í ár verður 3,96 milliardir svenskar krónur, skrivar dr.dk.

Spariætlanin, sum SAS kunngjørdi við seinasta roknskap, metir felagið, verður trupul at gjøgnumføra, um tað ikki verða gjørdar ætlanir saman við fakfeløgini um nýggjar sparingar.

SAS hevur síðan koronuavmarkingarnar havt stórar avbjóðingar við starvsfólkatroti, tí felagið hevur minkað munandi um starvsfólkahópin undir farsóttini. Hetta varð gjørt fyri at minka um missin orsaka av lækkandi ferðafólkatalinum.

Seinastu tíðina er ferðahugurin vaksin munandi hjá SAS. Men starvsfólkamangulin er so stórur, at felagið hevur verið noytt til at avlýsa 4.000 túrar hetta summarið, skrivar dr.dk. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2022

40 Leygardagur 04. juni 2022

Apupokur verða neyvan ein heimsfarsótt

WHO metir ongan vanda vera – fyrsti persónur við apupokum er nú deyður í Nigeria

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Heimsheilsustovnurin, WHO, roknar ikki við, at spjaðingin av apupokum gerst ein farsótt. Tað sigur Rosamund Lewis, sum er leiðari í arbeiðinum við apupokum hjá WHO.

- Vit vita ikki, men vit halda tað ikki. Júst nú óttast vit ikki eina heimsfarsótt, segði Lewis í gjár.

Seinasta mánaðin eru funnir umleið 300 tilburðir av apupokum, harav størsti parturin úr londum, ið ikki áður hava havt tilburðir við apupokum.

WHO hevur umhugsað um sjúkan skal flokkast sum ein altjóða hóttan, sum hevði gjørt tað lættari at skunda undir granskingina og fíggja arbeiðinum við at finna mátar at forða spjaðingini.

Sjúkan er óvanlig, og finst mest í frumskógarøkinum í Vestur- og Miðafrika. Higartil eru bert einstakir tilburðir av apupokum funnir í Evropa, skrivar finska kringvarpið, YLE.

Vanligasta smittan til fólk er frá dýrum, men apupokur kunnu eisini spjaðast við tøttum sambandi millum fólk. Tað krevst tætt samband fyri at virussið skal berast víðari, og kynsligt samband við smittaðar persónar er tí ein vandi. Men enn er óvist nágreiniliga hvussu smittan flytir seg.

Sambært Rosamund Lewis hjá WHO, er enn óvist hvussu virussið hevur funnið nýggjar smittuvegir, og hvussu persónar, sum hava fingið smittuna av ókendari orsøk, kunnu smitta onnur.

Vanligastu eyðkennini av apupokum eru fepur, hovnir eitlar og útbrot við bløðrum. Oftast grøðist sjúkan aftur av sær sjálvum.

Í vikuni boðaðu myndugleikarnir í Nigeria frá fyrsta deyðstilburðinum við apupokum. Ein 40 ára gamal persónur við aðrari sjúku, doyði sunnudagin. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2022

41 Leygardagur 04. juni 2022

3.000 tons av Kinder-sjokulátu afturkallað

Í apríl varð ávarað ímóti vandanum fyri salmonella í Kinder-vørum, og seinastu virkurnar hevur Ferrero afturkallað vørur fyri nógvar milliónir krónur

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í byrjanini av apríl mánað varð ávarað ímóti vælumtóku Kinder-sjokulátuni, sum varð sett í samband við fleiri salmonella-tilburðir.

Nicolas Neykov, stjóri fyri franska partinum av Ferrero, sum framleiðin Kinder-sjokulátuna, sigur, at meira enn 3.000 tons av sjokulátu er afturkallað seinastu vikurnar orsakað av óttanum fyri salmonella.

Málið byrjaði á eini verksmiðju í Belgia, sum seinastu tíðina hevur verið stongd. Hon kann lata uppaftur, tá hon yvirheldur øll krøv fyri matvørutrygd, siga myndugleikarnir.

Sjokulátan, sum er vorðin afturkallað, hevur virði á nógvar milliónir krónur tilsamans, upplýsir Nicolas Keykov sambært Ritzau.

Salmonella er ein bakteria, sum kann smita fólk gjøgnum matvørur. Tey, ið verða smittað kunnu vanliga uppliva leyst lív, magapínu, fepur, høvuðpínu og kanska vaml og spýggju. Hetta kann vara alt frá nøkrum fáum døgum til fleiri vikur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2022

42 Leygardagur 04. juni 2022

Johnny Depp vann sakarmálið móti eks-konuni

Amber Heard skal rinda 15 milliónir dollarar í endurgjaldi – sjálv fekk hon viðhald í einum føri, og fær tvær milliónir dollarar í endurgjaldi

Amber Heard í rættinum í Virginia í gjár - Johnny Depp var ikki til staðar (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Amerikanski sjónleikarin Johnny Depp hevur fingið viðhald í, at fyrrverandi kona hansara, Amber Heard, hevur ærumeitt hann. Tað avgjørdi nevningatingið í nógv umrødda rættarmálinum millum tey bæði mikudagin.

Amber Heard er dømd til at rinda 15 milliónir dollarar í endurgjaldi til Johnny Depp, sum upprunaliga kravdi 50 milliónir dollarar. Amber Heard fekk viðhald í eini av skuldsetingunum, og var tvær milliónir dollarar í endurgjaldi.

Depp rættarsøkti fyrrverandi konu sína eftir eina kronikk í Washington Post, har hon skrivaði, at hon sum almennur persónur hevði upplivað “harðskap í nærsambandi”.

Johnny Depp var ikki sjálvur til staðar í rættinum, tá dómurin varð sagdur. Hann hevur verið staddur í London hesar seinastu dagarnar fyri at spæla konsert.

Rættarmálið millum hesar báðar sjónleikararnar hevur fingið ovurstórt uppmerksemi í amerikanskum og altjóða fjølmiðlum.

Klandurin millum Depp og Heard byrjaði í almenninginum í 2018. Sambært Depp var tað hann, ið varð skuldsettur fyri at fremja harðskapin, sum Heard skrivaði um í Washington Post. Hóast hon ongantíð nevndi navn hansara, helt hann, at tað var týðuligt, at tað var hann, sum Amber Heard sipaði til.

Stutt eftir, at greinin hevði staðið í Washington Post, varð Johnny Depp lýstur sum “konubukari” í ymsum miðlum, og tað var ein orsøk til at Johnny Depp valdi at sakarsøkja fyrrverandi konuna við kravi um 50 milliónir dollarar í endurgjaldi.

Men Amber Heard hevði eisini rættarkrøv við sær til rættin í Virginia. Hon saksøkti Depp fyri dupultu upphæddina, 100 milliónir dollarar.

Johnny Depp og Amber Heard vóru eitt skifti eitt ógvuliga kent par í Hollywood. Tey hittust til innspælingina av filminum “Rum Diary” í 2009. Kærleikin blómaði, og tey giftust í 2015. Hjúnabandið helt í tvey ár. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2022

43 Leygardagur 04. juni 2022

Russar hava skrúvað gassventilin til Niðurlond fyri

Orsøkin er at niðurlendski keyparin, GasTerra, ikki vil rinda fyri gassið í ruplum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Russiska oljufelagið, Gazprom, hevur stongt fyri gassveitingini til niðurlendska felagið GasTerra. Tað boðaði Gazprom frá mánadagin, sambært Reuters.

Hetta hendir eftir at GasTerra hevur víst aftur russiska kravinum um, at gjaldast skal í russiskum ruplum.

- Gazprom hevur støðgað allari gassveiting til GasTerra orsaka av vantandi gjalding í ruplum, ljóðar fráboðanin frá Gazprom.

Frammanundan hevur Russland støðgað gasveitingini til Finnlands, Polands og Bulgaria, sum eisini hava sýtt fyri at rinda við russiskum gjaldoyra.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, boðaði frá kravinum um gjald í ruplum í mars. Kravið er galdandi fyri ‘óvinarligar statir’, ljóðaðu boðini.

Hetta kom eftir at ES-londini høvdu sett í verk handilsforðingar móti Russlandi orsaka av innrásini í Ukraina.

Niðurlond fáa umleið 15 prosent av gassinum úr Russlandi. Í ES er miðal fyri tey 27 limalondini umleið 40 prosent.

Eisini í Danmark kann tað henda, at Gazprom steingir fyri veitingini. Danska felagið Ørsted hevur eisini sýtt fyri at rinda fyri russiskt gass í ruplum.

Felagið segði í gjár, at tað hevur fyrireikað seg til, at Gazprom fer at steingja fyri gassinum. Ørsted hevur tí fylt allar sínar gassgoymslur í Danmark og Týsklandi, skrivar Ritzau.

Ørsted hevur í samstarvi við danskar myndugleikar lagt eina ætlan fyri, hvat skal henda, um so er, at felagið ikki megnar at veita gass til sínar kundar, segði felagið í gjár. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2022

44 Leygardagur 04. juni 2022

Russland skrúvar fyri gassinum til Danmarkar

Gazprom gjørdi mikumorgunin álvara av hóttanini at stongja fyri gassveitingini til danska felagið Ørsted. Danski forsætisráðharrin finst harðliga at avgerðini

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

So kom túrurin til Danmark. Russiska orkufelagið Gazprom steðgaði mikumorgunin gassflutningin til danska felagið Ørsted, nú danir hava noktað fyri at rinda í ruplum fyri gassið. Hetta hevur annars verið eitt krav frá Russlandi og er longu skrúvað fyri gassinum til fleiri evropeisk lond, eitt nú Poland, Bulgaria, Niðurlond og Finland, sum øll hava sýtt fyri at rinda við russiska gjaldoyranum. Hetta er eisini brot á verandi sáttmálar.

Danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen, finst at Russlandi fyri at taka slíkt stig. Hon vísir á, at tað er neyðugt at fyrireika seg til heilt at kvetta við keyp av russiskari orku bæði vegna innrásina í Ukraina men eisini tí Russland misbrúkar orku sum vápn móti vesturheiminum.

Hon gjørdi eisini greitt, at henda gongdin eigur so at bera í sær, at vesturheimun fer at leggja enn størri dent á at menna grøna orku, sum skal koma ístaðin fyri olju og gass úr Russlandi.

Ørsted sigur í viðmerking, at felagið hevur longu gjørt avtalur við onnur feløg og lond um at keypa gass, sum so eisini er gass úr Russlandi. Tað eru nevniliga fleiri feløg og lond, sum hava avgjørt at rinda í ruplum fyri at varðveita veitingarnar av gassi úr Russlandi.

Evropa keypir olju og gass úr Russlandi fyri 6-7 milliardir krónur um dagin.

Í vikuni avgjørdi ES at minka um innflutningin av olju úr Russlandi við 90 prosentum innan árslok.  Enn er ikki semja í ES um at taka gassið úr Russlandi við í sanktiónirnar, hetta tí at fleiri lond eru so heft at russiskum gassi.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2022

45 Leygardagur 04. juni 2022

Týskland og Niðurlond fara at leita eftir gassi í Norðsjónum

Tað er avleiðingin av russisku avgerðini at gevast við at veita gass til Niðurlond

Týski fíggjarmálaráðharrin gevur grønt ljós til leiting eftir gassi saman við Niðurlondum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Avgerðin hjá russiska gassfelagnum Gazprom at steðga veitingini av gassi til eitt nú Niðurlond hevur fingið stjórnina í Niðurlondum saman við týsku stjórnini at geva loyvi til at leita eftir gassi í Norðsjónum.

Týrski fíggjarmálaráðharrin Christian Lindner segði longu í mars, at landið átti at endurskoða sítt forboð móti at lata nýggj loyvi til leiting eftir olju og gassi í Norðsjónum. Landið er sera heft at innflutningi av gassi úr Russlandi, og tað ynskir stjórnin at broyta. Hon er tí farin í samstarv við hálendsku stjórnina um at loyva leiting eftir gassi í Norðsjónum.

Niðurlond hava í mong ár framleitt stórar nøgdir av gassi og var eisini tað fyrsta landið við Norsjógvin, sum fyri meira enn 50 árum síðani gjørdi eitt risastórt gassfund á Grøningen leiðini. Nú goymslurnar eru við at tømast hevur Háland innflutt størri og størri nøgdir av gassi úr eitt nú Norra og Russlandi. Tað skal nú broytast við at finna og framleiða sítt egna gass.

Støðan á orkumarknaðinum m.a. eftir russisku innrásina í Ukraina hevur fingið fleiri lond í Evropa at endurskoða sín orkupolitikk og at loyva aftur leiting eftir olju og gassi samtíðis, sum strongt verður á grøna orkuskiftið.

Eitt uppskot um at meta gass sum grøna orku er í løtuni til viðgerðar í ES og verður eftir øllum at døma samtykt í næstum. Herfyri heitti bretska stjórnin eisini á orkufeløg um at skunda undir leitingina eftir og útbygging av olju- og gassfundum, her m.a. fleiri, sum liggja eystan fyri Føroyar. 

Tað var annars danska stjórnin, sum nøkur ár herfyri gekk á odda í royndunum at fáa onnur lond at gevast við olju- og gassleiting, eftir at landið sjálvt hevði tikið avgerð um at gevast við leitingini men kortini halda fram við framleiðslu av olju og gassi fram til 2050. 

Kelda: E24

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2022

46 Leygardagur 04. juni 2022

Noreg bjóðar sær av avloysa russiskt gass

Norski oljumálaráðharrin bjóðar ES nógv meira gass í framtíðini, um ES lond vilja binda seg til at keypa gassið

Eldribrunin á gassverksmiðjuni á Melkøya í 2020 hevur kostað dýrt hjá Equinor, sum hevur mist 20 milliardir krónur í inntøkum. Nú fer framleiðslan loksins í gongd aftur, og kann hon muna væl í royndunum at lata ES gass
SkrivaÐ:

Jan Müller

Norska framleiðslan av gassi hevur ongantíð verið so stór sum nú, og Noreg bjóðar sær nú at veita enn størri nøgdir av gassi komandi árini, sum kann koma ístaðin fyri ein part av gassinum, sum ES annars keypir úr Russlandi.

Men til tess at kunna gera íløgur í eina økta gassframleiðslu má Noreg vita, um ES fer at taka av tilboðnum og binda seg til at keypa framtíðar gass úr Noregi.

[object Object]

Hetta sigur norsku oljuráðharrin  Terje Lien Aasland, nú ES hevur gjørt greitt, at tað ætlar sær at gevast við at keypa gass úr Russlandi. Ætlanin er at minka um innflutningin av russiskum gassi við tveimum triðingum í 2022. Noreg hevur møguleikar at økja um framleiðsluna av gassi við verandi gassleiðum, men skal framleiðslan økjast enn meira fyri at nøkta eftirspurningin frá ES, so verður eisini neyðugt við at gera íløgur í nýggjar framleiðslur. Gassleiðirnar Oseberg, Heidrun og Troll hava longu fingið boð um at skapar umstøður fyri at kunna økja um framleiðsluna. 

Eitt stig á hesi leiðini varð tikið fríggjadagin, tá Equinor fór undir aftur gassframleiðsluna á stóra gassverkinum á  Melkøya út fyri Hammerfest. Ein eldsbruni í 2020 steðgaði framleiðsluni og hevur tað tikið nærum tvey ár at fáa umvælt verksmiðjuna, sum í næstum fer at flyta flótandi gass til meginlandið aftur. Talan er um gass frá Snøvit leiðini í Barentshavinum og fer henda framleiðslan at muna væl í stóra eftirspurninginum eftir gassi í Evropa.

Eldsbrunin á Melkøya hevur kostað dýrt. Mett verður at Equinor, sum stendur fyri framleiðsluni, hevur mist 20 milliardir krónur. 

Kappingin um gassið er stór. Bæði Evropa og Asia vilja hava fatur á flótandi LNG gassinum, sum eitt nú Norra framleiðir. Hetta hevur so eisini fingið prísirnar at hækka sum ongantíð áður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2022

47 Leygardagur 04. juni 2022

Shell: Nýggi orkuskatturin ein hóttan móti íløgum í Norðsjónum

Nýggi eyka skatturin, sum bretska stjórnin nú fer at áleggja olju- og gassfeløgum, er ein hóttan móti royndunum at gera framtíðar íløgur í olju- og gassvirksemi umframt í varandi orku í Norðsjónum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta sigur Shell í eini fráboðan, nú stjórnin hevur avgjørt at seta í verk ein nýggjan skatt á fyrst og fremst olju- og gassfeløg uppá 25 prosent. Skatturin, sum somu feløg í dag rinda, er 40 prosent. Nýggja skattaskipanin gevur tó undantak fyri íløgum, sum verða gjørdar í olju- og gassvirksemi í Norðsjónum. Men hetta undantak fevnir ikki um íløgur í varandi og grøna orku, hvat bæði Shell og BP finnast at, nú feløgini hava sett sær fyri at menna íløgurnar í grøna orku. 

Shell sigur víðari, at tað skilur væl avgerðir, sum kunnu vera við til at hjálpa teimum harðast raktu húsarhaldunum orsakað av høgu orkuprísunum, men vísir samtíðis á, at orkufeløg eru týðandi partur av royndunum at gera Bretland óheft at innfluttari orku eins og at røkka málinum um lægri útlát til null útlát í 2050. 

Felagið  heldur, at nýggi skatturin skapar óvissu í sambandi við framtíðar íløgur í Norðsjónum, eina óvissu, sum ger tað trupult fyri oljufeløg at kunna leggja langtíðar ætlanir. Til tess at kunna gera íløgur komandi tríggjutals árini er neyðugt við støðugum skipanum. Shell ætlar at brúka 20 til 25 milliardir pund á bretska landgrunninum komandi 10 árini og fara flestu íløgurnar til menning av varandi orkukeldum. Orkufelagið BP, sum hevur ætlanir um at gera stórar íløgur í bæði olju- og gass men serliga varandi orku so sum vindorku og vetni, sigur,  at tað nú fer at endurskoða sínar  íløguætlanir í kjalarvørrinum á nýggja orkuskattinum og leggur felagið dent á, at talan er ikki um ein eingangsskatt, sum tað  annars ljóðaði var ætlanin, men um ein skatt, sum skal halda fram til endan á 2025 ella til “normalar” tíðir venda aftur, hvat prísinum viðvíkur. 

Eisini stjórin í felagnum hjá orkuvinnuni, Offshore Energies UK, Deirdre Michie, er sera vónbrotin av nýggja orkuskattinum, sum hon ber ótta fyri fer at raka  mongu feløgini í vinnuni her eisini veitarafeløgini meint. Tann stóra óvissa, sum nýggi skatturin fer at hava við sær, fer heilt givið at kosta mong arbeiðspláss umframt at skapa stóra óvissu. Hon ber ótta fyri, at avgerðin fer eisini at leggja fótonglar fyri royndunum at gera Bretland óheft at innfluttari orku eins og royndunum at røkka null útláti í 2050. 

[object Object]Stóru oljufeløgini standa spyrjandi, hví nýggja skattaskipanin við undantøkum fyri íløgur, ikki eisini fevnir um íløgur í varandi orkukeldur

Tað vísir seg, at tað er ikki full semja í stjórnini um nýggja skattatiltakið. Meðan Sunak fíggjarráharri heldur, at orkufeløg eiga at rinda aftur til samfelagið part av stóra yvirskotinum orsakað av ovurhøgu prísunum, so heldur Boris Johnson, forsætisráðharri, at tað er av stórum týdningi, at feløg skunda undir nýggja íløgur í orkuvirksemið í Norðsjónum bæði fyri at tryggja Bretlandi framtíðar orku eins og at hava nakað at seta ístaðin fyri russiska olju- og gassinnflutningin. Til ber við hesum at siga, at talan er um eitt slag av neyðsemju í stjórnini, har oljufeløg umframt at skula rinda meira í skatti, afturfyri sleppa undan at skula rinda stórvegis skatt av teimum íløgum feløgini gera. Her verður tó funnist at, at undantøkini ikki fevna um íløgur í varandi orku. 

Seinasta orðið í hesum stóra máli er neyvan sagt. Nýggi skatturin fyllur nógv í bretsku miðlunum, og nú verður so bíðað eftir avleiðingunum, sum nýggi skatturin kann fáa fyri bretsku orkuframtíðina - tvs. um feløgini fara at brúka hetta høvið til at gera fleiri íløgur í olju og gass ella um tey rætt og slætt stinga í sekkin og fara at brúka sína fíggjarligu orku í øðrum londum, sum hava tryggari og støðugari skatta- og aðrar skipanir. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2022

48 Leygardagur 04. juni 2022

Danskar havnir bjóða seg fram at gerast partur av vindorkumenning

 Ein risastór grøn orkuverkætlan í syðra parti av Norðsjónum kann uttan iva koma at gagna fleiri donskum havnum Havnin í Hanstholm er ein teirra, sum sær stórar møguleikar fyri menning í sambandi við uppsetan av túsundtals vindmyllum í Norðsjónum. 

Havnin í Hanstholm, sum ikki er ókend millum føroyingar og sum nú fer at leggja seg eftir at veita tænastur til framtíðar havvindmylnuútbyggingar til havs í Norðsjónum. Mynd Søfart
SkrivaÐ:

Jan Müller

Herfyri bórust tíðindini um, at fýra lond við Norðsjógvin, teirra millum Danmark og Týskland hava avgjørt at fara undir eina verkætlan, har tað skulu setast upp 10.000 vindmyllur til havs innan 2050. Haraftat skal byggjast ein stór vetnisverksmiðja nærhendis Esbjerg.

Men tað er ikki bert Esbjergøkið, sum liggur framvið og vil vera partur av nýggja grøna virkseminum. Eisini longur norðari í Jútlandi eru tey farin at fyrieika seg til nýggju tíðina við havvindmyllum. Havnabýurin Hanstholm ætlar sær ikki at vera eftirbátur men tvørturímóti fáa lut í nýggju orkuframtíðini við havvindmyllum. 

Havnin í Hanstholm ætlar at bjóða fram øki og pláss til ymsu partarnar av vindmyllunum, sum skulu setast upp í Norðsjónum. Myndugleikarnir síggja her nýggjar fíggjarligar møguleikar eins og teir vilja vera partur av grøna orkuskiftinum.

Hanstholm hevur longu avgjørt at ganga á odda at gera fiskarípartin av havnini til heimsins fyrstu CO2 fríu havn. Havnin er longu við at fyrireika grøna orkuveiting í havnini og skal henda koma komandi vindmylnumenning í grannalagnum til gagns og øvugt. Hetta skrivar Søfart.

Herfyri vitjaði kendur bretskur orkuserfrøðingur í Føroyum og undir vitjanini gekk leiðin eisini til Runavíkar Havn, har hann hitti umboð fyri havnina og ASB útgerðarhavnina. Hansara ráð vóru púra greið: fyrireikið havnina til at gerast framtíðar veitingarstað til bæði uppseting og tænastur í sambandi við framtíðar havvindmyllur kring Føroyar - tá tann tíð kemur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2022

49 Leygardagur 04. juni 2022

Vetnisdepil skal avloysa oljurikna farmasigling á norskum firðum

Ein nýggj verkætlan við grønari vetnisorku skal frá 2026 skapa grundarlag fyri kolvetnisfríari farmasigling á norskum firðum

Vetnisskipið Topeka, sum Wilhelmsen hevur á tekniborðinum, og sum skal vera vanlig sjón á norskum firðum í framtíðini.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta skrivar danski netmiðilin Søfart. Longu komandi ár verður tað møguligt at fylla tangan við grønum vetni í Hellesylt í Geiranger fjóðrinum. Tað er felagið Norsk Hydrogen, sum upplýsir, at ein verkætlan uppá 30 milliónir krónur fer at kunna seta upp útbúnað í býnum, ið skal brúka vatnorku til at framleiða vetni. Tað skrivar tu.no.

Orsøkin til vetnismenningina er ein norsk avgerð um, at fleiri norskir firðir skulu vera kolvetnisfríir frá 2026, men við nýggju verkætlanini kunnu vetnisskip longu frá komandi ári gerast veruleiki á norskum firðum. Sambært Søfart hevur felagið Norsk Hydrogen gjørt avtalu við týska elektrolysuframleiðaran FEST um veiting av einum 3 MW anleggi, sum kann framleiða 1,3 tons av vetni um dagin. 

[object Object]

Vatnorkuverkini í Helleshylt framleiða partar av árinum meira streym enn eftirspurningurin er í nærøkinum, men netið er ikki nóg væl útbygt til at kunna útflyta yvirskotsstreymin. Við hesum í huga gevur tað góða meining at goyma yvirskotsstreymin sum vetni, sum so kann gagna nýggju vetnisførunum, ið fara at koma komandi árini. 

Framleiðslan av vetni við orku frá eitt nú vindmyllum til havs eins frá vatnorkuverkum á landi hevur staðið ovarliga í orkukjakinum nú í eina tíð og fyllur meira og meira, serstakliga nú vit fara at síggja fleiri stórar vindmylnulundir til havs í Norðsjónum. Herfyri avgjørdu fýra lond kring Norðsjógvin, Danmark, Týskland, Belgia og Niðurlond at fara undir eina risastóra grøna orkuætlan við 10.000 vindmyllum í Norðsjónum, hvørs orka fyrst og fremst skal brúkast í framleiðsluni av vetni, (hydrogen/brint).

Og eisini í Noregi og Bretlandi er verulig gongd komin á kjakið og arbeiðið um framtíðar havvindmylnulundir og tilknýtta vetnisframleiðslu.

Hetland og Føroyar

Hjá grannanum í Hetlandi verða havvindmyllur raðfestar ovast í grøna orkuskiftinum og hetta er eisini nakað, sum føroyskir myndugleikar so smátt eru farnir at vísa áhuga.

Umboð fyri stóru grønu orkuverkætlanina Orion í Hetlandi var nú um dagarnar gestur hjá FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki í Føroyum, har hann vitjaði bæði í Tinganesi, hjá SEV og á Umhvørvisstovuni og hjá Jarðfeingi fyri  at greiða frá orkuætlanunum í Hetlandi og fyri at kanna, hvat hendir í Føroyum á hesum øki, og í tí eisini at birta upp undir samstarv á orkuøkinum millum hesar báðar oyggjabólkarnar í Norðuratlantshavi.

Hetlendsku ætlaninar fevna bæði um framleiðslu av vetni og framtíðar reinum brennievni til skipaferðsluna. Orkan frá vindmyllum skal so eisini brúkast til at elektrifisera verandi og komandi olju- og gasspallar við at brúka streym frá vindorkuni ístaðin fyri gass frá egnari framleiðslu til raksturin. Tað fer at minka munandi um útlátið av CO2. 

[object Object]Grøna orkuverkætlanin í Hetlandi soleiðis sum hon enn sær út á tekniborðinum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2022

50 Leygardagur 04. juni 2022

Opec+ londini fara at økja framleiðsluna

Semja er í Opec+ at økja oljuframleiðsluna meira enn higartil avrátt - við 648.000 tunnum um dagin

Bin Salman prinsur í Saudi Arabia, sum nú er gingin við til at økja um oljuframleiðsluna, helst eftir trýsti frá USA
SkrivaÐ:

Jan Müller

Einaferð um mánaðin er fundur í Opec+ londunum um framtíðar oljuframleiðsluna. Higartil hava londini atkvøtt fyri at økja framleiðsluna við 432.000 tunnum um dagin hvønn mánað.

Á fundinum hósdagin gjørdu londini av at økja framleiðsluna væl meira enn higartil,  til 648.000 tunnur um dagin í juli og august. Eftir tíðindini hækkaði oljuprísurin úr 112 dollarum til 117 dollarar fyri tunnuna. Fyri nøkrum døgum  síðani var prísurin 126 dollarar fyri tunnuna.

Sambært Reuters kemur hækkingin eftir hóttanum frá londum í Vesturheiminum.

Oljuprísurin er hækkaður nógv eftir russisku innrásina í Ukraina og eftir, at ES er vorðið samt um at minka innflutningin av russiskari olju við 90 prosent. Amerikanski forsetin Joe Biden hevur fleiri ferðir heitt á Opec og her serliga Saudi Arabia um at økja framleiðsluna meira enn higartil, men hesum hevur Opec víst aftur. Nú ljóðar, at Saudi Arabia hevur lurtað eftir Biden, sum kemur á almenna vitjan í Miðeystri seinni í ár. Amerikanskir diplomatar bjóða annars hækkingini  av framleiðsluloftinum vælkomnari. 

Ein orsøk til at Saudi Arabia játtar at økja sína framleiðlsu verður mett, kann vera tí, at fleiri av hinum londunum í Opec ikki eru før fyri at fylla út sínar kvotur, soleiðis at eitt land sum Saudi Arabia við sínum stórum goymslum frá degi til dags kann hækka framleiðsluna. Tað kann so aftur merkja, at samlaða økingin kortini ikki verður nógv størri enn upprunaliga ætlað. Tað vil so tíðin vísa.

Financial Times vil vera við, at fellur russiska framleiðslan uppaftur meira, so er Saudi Arabia sinnað til at økja sína framleiðslu enn meira, men fer kortini at ansa eftir, at henda øking ikki fer at minka um egnar goymslur. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2022

51 Leygardagur 04. juni 2022

Føroysku U18-kvinnurnar skulu til HM-endaspælið í summar

Við tað at Russland er útihýst úr altjóða hondbólti í løtuni, og at korona hevur argað undankappingar uttanfyri Evropa, eru Føroyar næst í røðini

(Mynd: HSF.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað er nú greitt, at føroysku U18-kvinnurnar skulu til HM-endaspælið í Norðurmakedonia, sum verður leikt í tíðarskeiðnum 30. juli – 10. august.

Føroysku kvinnurnar vóru upprunaliga ikki kvalifiseraðar til kappingina, men við tað at Russland er útihýst úr altjóða hondbólti í løtuni, og at korona hevur argað undankappingar uttanfyri Evropa, eru Føroyar næst í røðini nú HM-plássini skuldu gerðast upp, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuna.

Føroyska U18-kvinnurnar stóðu seg somikið væl til EHF Championship kappingina í Georgia í 2021, har tær gjørdust nummar trý, at HM-plássið nú fellur í teirra lut.

Tað var upprunaliga bert vinnarin av hesari kappingini, sum vann seg til HM, meðan nummar tvey skuldi spæla um HM-pláss móti liðið úr øðrum bólki í EHF-Championship kappingini. Nú er greitt at triðja landi í røðini eisini sleppur til HM.

Føroyska liðið spældi í EHF Championship kappingini javnleik móti Serbia, sigraði síðani á Estlandi og Italia í innleiðandi bólkaspælinum. Føroyska liðið tapti síðani hálvfinaluna tepurt fyri Hollandi, hareftir at liðið vann dystin um triðja plássið móti Ukraina. Hesin sigurin hevur nú víst seg at vera avgerandi í, at liðið nú skal til HM.

Hetta er aðru ferð í føroyskari hondbólssøgu, at Føroyar skulu til eitt HM-endaspæl. Fyrru ferð var í 2017, tá føroysku U21-mennirnir vunnu seg til HM í Algeria, har teir gjørdist nummar 16 av 24 liðum, skrivar Hondbóltssambandið.

Føroyar hava nú trý ungdómslandslið, sum skulu kappast á ovastu rók í summar. U18- og U20-menn skulu til EM-endaspælið í ávikavist Montenegro og Portugal og nú U18-kvinnurnar eisini til HM-endaspælið í Norðurmakedonia. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2022

52 Leygardagur 04. juni 2022

U19-kvinnurnar skulu til Bulgaria - U17 til Litava

EM undankappingarnar hjá U17 og U19 landsliðunum við gentum eru nú skipaðar í eina A-deild og eina B-deild, soleiðis at liðini verða bólkaði saman við londum úr somu styrkislagi. Í november skulu føroysku liðini royna seg í hesum fyri fyrstu ferð

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í EM undankappinginum hjá U17 og U19 landsliðunum við gentum/kvinnum.

Hesar kappingarnar verða nú skipaðar í eina A-deild og eina B-deild, soleiðis at liðini verða bólkað saman við londum úr sama styrkislagi. Hetta skrivar FSF í skrivi á heimasíðu sínari, og hetta burdi gjørt, at talan verður um tættar dystir í november.

U17 landsliðið kom í bólk B3 saman við Kroatia og Bulgaria. Kappingin verður spæld í Bulgaria í døgunum 12. til 15. november, og føroyska liðið spælir fyrst móti Kroatia og tríggjar dagar seinni móti vertunum.

[object Object]

U19 landsliðið kom eisini í ein bólk við navninum B3. Hetta verður saman við Litava, Liktinstein og Íslandi. Kappingin verður spæld í Litava, og spælt verður í 8. til 14. november.

[object Object]
Myndir: UEFA/FSF

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2022

53 Leygardagur 04. juni 2022

U18-kvinnurnar komu í avbjóðandi bólk

Føroyar skulu spæla móti Danmark, Portugal og Eysturríki í bólkaspælinum í HM-endaspælinum, sum verður í Norðurmakedonia síðst í juli og fyrst í august

Føroyska U17-landsliðið við kvinnum endaði á 3. plássi í European Championship í fjør. Hetta gjørdist, tá samaumkom, nóg mikið til pláss í HM fyri U18 seinni í summar (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Talan er um liðini, ið gjørdist ávíkavist nummar 4, nummar 10 og nummar 14 til EM-endaspælið fyri U17-landslið. 

Síðst í juli og fyrst í august skulu leikarar úr somu árgangum spæla HM fyri U18-landslið. Kappingin verður í norðurmakedónska høvuðsstaðnum, Skopje, í døgunum 30. juli til 10. august. 

Føroyar komu við til endaspælið uppá eitt wild-card. Liðið var nær við at spæla seg víðari síðsta summar, og tað rakk til eitt pláss, millum annað orsakað av russisku innrásini í Ukraina - Russland er útihýst.

Ungu føroysku kvinnurnar skulu fyrst takast við Danmark, Portugal og Eysturríki. Tey bæði ovastu liðini úr bólkinum koma víðari til millumrunduna, har liðini spæla um plássini 1 til 16, meðan niðaru tvey liðini spæla millumrundu um plássini 17 til 32. Til millumrunduna verður føroyski bólkurin, bólkur C, paraður við bólk D.

Bólkarnir:
Bólkur A: Montenegro,  Svøríki, Algeria, Ísland
Bólkur B: Iran, Norðurmakedonia, Usbekistan, Senegal
Bólkur C: Danmark, Portugal, Eysturríki, Føroyar
Bólkur D: Kroatia, Kasakstan, Egyptaland, India
Bólkur E: Rumenia, Holland, Guinea, Slovenia
Bólkur F: Týskland, Sveis, Slovakia, Suðurkorea
Bólkur G: Noreg, Kekkia, Brasil, Uruguay
Bólkur H: Ungarn, Frakland, Argentina, Spania

Fyrireikingarnar til HM byrjar hetta vikuskiftið, skrivar hsf.fo. Føroyska liðið fer til Íslands, tveir venjingardystir móti Íslandi, sum eisini skal luttaka til HM, verða leiktir. Ísland og Føroyar í dag og í morgin í Kórinn í Kopavági. Báðar dagarnar verður byrjarð klokkan 15.30 - dystirnir verða stroymdir. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juni 2022

54 Leygardagur 04. juni 2022

Jóan Símun er klárur

Toftamaðurin er tøkur til landsdystirnar móti Turkalandi, Litava, og báðar ímóti Luksemborg, sum eru á skránni næstu dagarnar. Landsliðið fór í vikuni til Turkalands, og í kvøld verður fyrsti dysturin í hesum umfarinum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrireikingarnar til fyrstu dystirnar í UEFA Nations League kappingini 2022/2023 eru av álvara farnar í gongd.

Fyrstu dagarnar helt hópurin til á Gloria Sports Arena í Antalya í Turkalandi, har umstøðurnar eru framúr goðar, og hósdagin varð farið til Istanbul, har dysturin verður bríkslaður í gongd í kvøld klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð.

[object Object]Jóan Símun Edmundsson í Antalya í Turkalandi, har landsliðið fyrireikar seg til dystin leygardagin (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

Síðan eru tveir heimadystir á skránni. Týsdagin 7. juni móti Luksemborg, og leygardagin 11. juni koma litavar á vitjan á Tórsvølli. Fjórði dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin 14. juni – á útivølli móti Luksemborg.

Í fyrstu atløgu vórðu 23 spælarar boðsendir til hesar landsliðsuppgávurnar, men samstundis bleiv boðað frá, at áðrenn fráferð fór ein spælari afturat at vera úttikin. Og valið fall á Jóan Símun Edmundsson úr Waasland-Beveren í Belgia.

– Vit hava fylgt væl við gongdini hjá Jóani Símun hesar seinastu mánaðarnar, og eg ivist ikki í, at hann hevur nógv at geva føroyska landsliðnum. Ein skaði í rygginum argaði fyrr í ár, men tí er tamarhald á, so vit eru glaðir fyri at hava hann við aftur, sigur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson við heimasíðuna hjá FSF.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mai 2022

55 Leygardagur 04. juni 2022

Føroyar - Ukraina U21

Føroyska U21-landsliðið tapti mikukvøldið 4-0 ímóti Ukraina. Sí myndir av Tórsvølli

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyar U21 - Ukraina U21 0-4 (0-2)
28’ Artem Bondarenko 0-1
33’ Vladyslav Suprayha 0-2
54’ Kostiantyn Vivcharenko 0-3
62’ Georigiy Sudakov 0-4

Sverri Egholm tók myndirnar. Fleiri myndir síggjast her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juni 2022

56 Leygardagur 04. juni 2022

Nummar fjúrtan hjá Real Madrid

Vinicius Junior og Courtois vóru teir mest avgerandi í Paris, tá Carlo Ancelotti gjørdist mest vinnandi venjarin í Champions League-søguni, og Liverpool annað vikuskifti á rað endaði við silvurheiðursmerkjum

Vinicius Junior gjørdist dystaravgerandi fyri Real Madrid í finaluni (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var nakað av órógvi í Saint-Denis, ið førdi til, at avspark í Champions League-finaluni varð útsett í beint yvir hálvan tíma. Tað snúði seg millum annað um, at nógvir áskoðarar høvdu fingið følsk atgongumerki, og at summi royndu at sleppa sær inn. Franska løgreglan nýtti millum annað táragass - sambært Sky Sports og eygnavitnum var hetta fullkomiliga óneyðuga.

Tá so dysturin byrjaði, var tað ikki óvæntað at síggja, at Liverpool hevði leikliga yvirvág og trýsti meira á. Real Madrid var meira í verjustøðu, og hevði ikki eitt skot uppá mál í fyrra hálvleiki - tó fekk Benzema bóltin í málið, men tað varð dømt sum rangstøða, og eftir langa VAR-kanning staðfest. Salah, Mané og hinir royndu seg, men tá teir raktu málið, stóð Thibaut Courtois fyri. Belgiski málverjin var ógvuliga stinnur í finaluni.

Tá Real Madrid fyrstu ferð veruliga royndi seg, gav tað úrslit. Tá ein tími varð leiktur, kom Federico Valverde ígjøgnum í høgru, har leikarin úr Uruguay óvæntað spældi og kom ógvuliga væl frá tí. Hann legði innfyri, og við aftaru stong var Vinicius Jr. til reiðar við góðari renning í ryggin á Trent Alexander-Arnold, ið ikki fylgdi við. 
Vinicius var tryggur, og hetta var einastu ferð í dystinum, at Real Madrid rakti málið. 

Sponsku meistaranrir spældu tó meira við í seinna hálvleiki og tyktust seinast hálva tíman at hava gott tamarhald á dystinum, hóast Liverpool í løtum trýsti væl. Størsta møguleikan fekk Salah, ið tók bóltin sera væl niður, trekti væl, men eins og fyrr í hálvleikinum, tá Salah royndi seg, var Courtois sum ein køttur og stóri málverjin var ógvuliga tryggur. Verjuparturin hjá liðinum hjá Ancelotti var eisini støðufastur, og nógvu royndirnar hjá liðnum komu til góðar. 

Hetta var Champions League heitið nummar 14 hjá Real Madrid, og nú hevur felagið úr spanska høvuðsstaðnum tvífalt so nógv av slagnum sum liðið, ið hevur næstflest (AC Milan). Liverpool kom ikki upp á nummar sjey, og jagstrainin eftir steypum í ár endaði harvið við einum vónbroti.

Hetta var Champions League-steyp nummar fýra hjá Carlo Ancelotti sum venjari. Eingin annar venjari hevur vunnið stóru kappingina so ofta.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mai 2022

57 Leygardagur 04. juni 2022

Búgvi gjørdist Europameistari

Hetta er fyrstu ferð, at føroyskir luttakarar eru í EM-kappingini fyri veteranar. Umframt Búgva er Jógvan Páll Kristiansen eisini við

(Mynd: Judo.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Búgvi Poulsen kappaðist í vikuni um Europameistaraheitið fyri veteranar.

Kappingin er fram í Heraklion á griksku oynni Kreta. Búgvi kappast í vektbólkinum -81 kilo. í bólki M5, sum eru menn millum 50 og 55 ár.

Fyrsti dystur hjá Búgva var móti Nugar Kotchlamazashvili úr Georgia, og hendan dystin vann Búgvi.

Síðani kom hann móti Angel Benavides Plat úr Spania, ið varð mettur at vera sterkasti luttakarin í bólkinum, og hendan dystin vann Búgvi eisini.

Finalan var móti svianum Peter Wensberg, og eisini hendan dystin megnaði Búgvi at vinna, og harvið gjørdist hann Europameistari.

Hetta er fyrstu ferð, at føroyskir luttakarar eru í EM-kappingini fyri veteranar.

Umframt Búgva er Jógvan Páll Kristiansen eisini við. Hann kappast í dag í vektbólkinum -73 kilo. í bólki M2, sum eru menn millum 35 og 39 ár.

[object Object]Búgvi hevur fyrr funnið Føroyum heiður á Oyggjaleikunum. Myndin er frá Gibraltar 2019, tá Búgvi vann gullheiðursmerki (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juni 2022

58 Leygardagur 04. juni 2022

Jákup Petur vann LM Kring Føroyar 2022

Fimta og seinasta etapan av LM Kring Føroyar bleiv koyrd í gjár, og tá var tað Streymoyggin, ið var karmur um kappingina

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vegna nógvan vind bleiv teinurin broyttur beint áðrenn start. Eftir ætlan skuldu súkklarar eftir Oyggjarvegnum, tá leiðin gekk aftur til Havnar. Hetta bleiv broytt vegna rættiliga nógvan vind á Norðadalsskarði. 

Koyrt bleiv gjøgnum Kaldbakstunnilin á veg norður, og aftur gjøgnum bergholið á veg suður gjøgnum Sundalagið.

Startur og mál var við Leif Mohr, við Hoyvíksvegin í Havn. Koyrt var tí úr Havn, til Hvalvíkar. Her bleiv vent, og síðan sama tein aftur til Havnar. Komnir til Havnar skuldu súkklarar koyra finalu umfør á Hálsi, eftir Hoyvíksvegnum, Smyrilsvegi, Staravegi og so aftur á Hoyvíksvegi.

Undan kappingini bleiv gitt hvør fór at gerast samlaður vinnari. Jákup Petur Eliasen bleiv sjálvandi nevndur, og Hilmar Hansen eisini. Men ein skaði og krím hevði darvað fyrireikingunum hjá Jákup Petur, og fór tað sjálvandi at ávirka úrslitið, hildu súkklarar. Og Jákup Petur sjálvur. Onnur nøvn blivu nevnd. Harímillum Casper Rosen, Bogi Gregersen og ágrýtni, og ungi, Niklas H. Niclassen.

Onkur nevndi Gunnar Dahl-Olsen, men eins og Jákup Petur, var Gunnar raktur av krími og hostaði sum ein, ið hevði roykt í ein heilan mansaldur.

Toppaði

Men Jákup Petur var í toppform. Tað var Hilmar Hansen eisini, og tí vóru tað teir báðir í settu dagsordanina. Ikki bara seinasta dagin, men allar fimm etapurnar. Teir koyrdu undan øllum hinum, og teir bjóðaðu eisini hvør øðrum av, og royndu alt teir kundu at koyra frá hvørjum øðrum, og júst tað gjørdi kappingina góða og spennandi.

Hóast í toppform, so var Jákup Petur sjálvur spentur uppá úrslitið av 5. etapu. Ein dani hevði meldað seg til Streymoyaretapuna, og hesin var ikki hvør sum helst. Hóast hann ikki er ungur longur, so hevur Henrik Albæk súkklað sum professionellur súkklari, og hevur hann vunnið á so mætum súkklarum sum Richard Virenque, ið er tann franski súkklarin sum hevur vunnið fjallatroyggjuna oftast í Tour de France. Ein stuttlig søga, og tað sást, at hesin garvaði súkklari sat væl á súkkluni, og hevði lætt við at flyta seg runt í feltinum, í nógva vindinum sum var. 

Óhapp kunnu raka øll, eisini tann besta. Henrik fekk tekniskar trupulleikar stutt áðrenn hann kom aftur til Havnar, og hann mátti tí síggja Jákup Petur, Hilmar og Gunnar fara undan, og um málstrikuna minuttir frammanfyri seg.

Sannførandi samlaður vinnari

Hóast nógvar og góðar duellir, so vann Jákup Petur LM Kring Føroyar sannførandi. Onkran dagin bleiv spurtað um sigurin, men í Vágum, á Viðoynni og á Streymoynni megnaði Jákup Petur at koyra frá Hilmari væl áðrenn málstrikan var í eygsjón, og hevði hetta við sær, at minuttur og minuttir blivu lagdir omaná í samlaðu støðuni, og tá avtornaði vóru góðir tíggju minuttir millum gull- og silvur vinnaran.

Maria Svabo Hansen var einasta kvinnan, ið koyrdi allar dagarnar. Hon vann tí samanlagt. Stuttligt hevði verið um fleiri kvinnur luttóku, og fyrireikararnir vóna, at talið verður hægri næstu árini.

Ein ungur súkklari endaði samanlagt á fjórða plássi, og tað var Niklas H. Niclassen. Eitt sera flott úrslit hjá unga flogbóltsspælarinum, sum nú eisini roynir seg á súkkluni.

Eisini var tað hugaligt hjá fyrireikarnunum at síggja Benjamin Thomassen og Hørð Joensen kappast um hvør av teimum gjørdist tann fyrri um málstrikuna, eftir ein rættiliga harðan túr norður gjøgnum Sundalagið. Øll koyrdu sama tein, men tá ein júst er byrjaður at súkkla, so kennast 72 kilometrar í nógvum vindi, sum ein óendaligur langur teinur. 

Ólavur Fredriksen tók myndirnar. Fleiri síggjast her

[object Object]

[object Object]Jákup Petur Eliassen

[object Object]Maria Svabo Hansen

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2022

59 Leygardagur 04. juni 2022

Bestar í danska kongaríkinum

Gentuliðið Mira úr Havnar Fimleikafelag kappaðist í DM í estetiskum fimleiki farna vikuskiftið, og Danmarksmeistarar

(Mynd: Haldur Suni Johansen/Havnar Fimleikafelag)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið varð kappast í DM í estetiskum fimleiki í Greve, og millum liðini, sum kappaðust, var eisini eitt føroyskt lið við í kappingini.

Talan var um gentuliðið Mira úr Havnar Fimleikafelag, og gekk tað avbera væl hjá teimum. 

Mira endaði nevniliga á einum fyrstaplássi til innleiðandi kappingina leygardagin, og tóku tær eisini fyrstaplássið í finaluni sunnudagin, skrivar Havnar Fimleikafelag í tíðindaskrivi.

Støðan gjørdist hendan:

  • HF Mira (15,93) 16,70 samanlagt 32,632
  • Team Vivanit (15,83) 16,63 samanlagt 32,465
  • Team Merida (15,40) 16,17 samanlagt 31,565

Í kvinnubólkinum luttók eisini Team Nordik, sum er fimleikaliðið hjá føroyska ítróttarfelagnum í Keypmannahavn, ÍF Føroyar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mai 2022

60 Leygardagur 04. juni 2022

Hvirlan skipar fyri stuttleikum 2. hvítusunnudag

Leikirnir, sum hava 14 ár á baki, verða nú aftur á Tórsbreyt mánadagin 6. juni, eftir tvey ára steðg

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Aftaná ein óynsktan steðg í tvey ár, eru ungu Hvirlurnar aftur klárar við vælumtóktu Stuttleikum.

Leikirnir, ið sóu dagsins ljós dagin eftir Tórsbreyt varð tikin í nýtslu í 2008, hava sostatt 14 ár á baki. Leikirnir hava á hvørjum ári verið vælvitjaðir av ídnum og spentum børnum, skrivar HVirlan í tíðindaskrivi.

Hetta eru leikirnir, har børnini sleppa at royna seg á 60 metra teininum, bóltkasti og longdarlopi. Samstundis, sum tey læra seg at hugsavna seg um egin úrslit, við at niðurskriva úrslitini á skreytblað, ið tey fáa útflýggjað á staðnum og sum tey kunna taka við til næstu Stuttleikir fyri at samanbera úrslitini, sleppa tey at hava tað stuttligt og knýta saman vinarbond.

– Í Hvirluni vita vit, at íðkarir, ið hugsavna seg um egna menning frammum at kappast ímóti øðrum, í longdini mennast betri og skapa sær betri úrslit. Hetta er nakað av tí Hvirlan vil, ynskir og stendur fyri, at íðkarir okkara mennast í einum mennandi og stimbrandi umhvørvi og hava tað stuttligt saman. Eitt felag, har øll skulu føla seg vælkomnan, skrivar Hvirlan.

Stuttleikir eru fyri øll børn í landinum. Teir eru á Tórsbreyt seinnapartin 2. hvítusunnudag. Allir luttakarir fáa egið skreytblað, og tey, ið gjøgnumføra, fáa heiðursmerki.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mai 2022

62
Leygardagur 04. juni 2022

Lykkenborg – ein villiniborg í Miðvági

-

 
SkrivaÐ:

Bjarni Prior

“Tørvurin at byggja okkara egnu Lykkenborg liggur í okkum menniskjum. Vit hava øll tørv á at hava eitt heim ella ein stað, har vit trívast. Fyri meg er tað týdningarmikið, at vit, sum einstaklingar og samfelag, geva pláss fyri øllum Lykkenborgunum og rúma øllum strikunum. Hvat hevði verðin ikki verið fátøk og keðilig uttan tað skeiva, óperfekta, litfagra, øðrvísi, tilvildarliga og allar teir fløkjasligu hurlivasarnar – sum vit øll jú eru!”

Soleiðis endar Kristina Sørensen Ougaard, leikari, sína innleiðing í leikskránni til leikin Lykkenborg, og eg kundi ikki verið meira samdur!

Í dýrdarveðri í gjárkvøldið (mikukvøldið, -red.), var frumframsýning av leikinum Lykkenborg í Listastovuni í Miðvági. Leikurin byggir á lívið hjá Pól Jóhannus Poulsen, eyknevndur Lykken. Pól Jóhannus vaks upp í Miðvági, hann var ikki sum hini og hugur hansara var øðrvísi og heldi hann ímóti listaligum arbeiði. Leikurin sigur søguna um hvussu Pól Jóhannus treiskaðist við og, ímóti øllum brøgdum, megnaði at byggja listaverkið Lykkenborg – ein villiniborg, sum var so stór í vavi, at tann, sum sá hana misti ondina, og so fløkjalig, at tann, sum hættaði sær at fara inn í hana segðist at aldrin koma út aftur. Leikurin sigur eisini søguna um, tá Pól Jóhannus sum tannáringur, varð sendur til Danmarkar á Rødbygård, ein av mongu ótespiligu stovnunum undir Åndssvageforsorgen.

Tað er leiklistabólkurin Det Ferösche Compagnie sum hevur sett leikin upp, við tí endamálið, at siga søguna um Pól Jóhannus Poulsen, og harvið fáa listamannin ritaðan inn í listasøgu Føroya og Lykkenborg, stórverk hansara, endurreist sum tað týdningarmikla listaverkið tað var.

Tey sum eru uppvaksin í Miðvági – í eldra ættarliðinum, minnast øll, ella hava øll hoyrt um Pól Jóhannus og Lykkenborg. Søgurnar eru nógvar og fjøltáttaðar, men eisini eins ósamsvarandi sum fatanirnar eru hjá okkum menniskjum er av veruleikanum. Det Ferösche Compagnie hevur við leikinum skapað sína egnum søgu um Lykken og Lykkenborg, har vit sum áskoðarar ferðast á markinum millum veruleika og fiktión.

Sum bygdardrongur í Miðvági, havi eg hoyrt søguna um Lykken nógvar ferðir við nátturðaborði hjá ommu, men at søgan um Lykkenborg skuldi enda við einum listarligum leikverki, á høgum støði, í Listastovuni, tað hevði eg ikki sæð fyri mær.

Leikurin er snildur, tí hann fær okkum øll at steðga á, og hugsa um øll tey ið ikki "tekna beinar linjur", og lukkutíð fyri okkum og okkara samfelag, har vit sum kommuna ynskja at rúma og fjálga um fjølbroytni. Vit skulu øll kunna vera her, vit eru øll borgarar, og geva øll okkara íkast til tað samfelagið vit liva í.

Sum borgarstjóri var eg errin!. At kunna sita í Miðvági, eitt mikukvøld í Listastovuni, til ein so stórbæran og týdningarmiklan sjónleik.

Eg var bergtikin! Bergtikin av søguni, av orkuni og tí nærleika ið leikurin hevði. Leikarin Kristina Sørensen Ougaard, leikstjórin og leikarin Búi Dam, og tónleikurin hjá Dánjal á Neystabø spældi alt upp í eina hægri eind, saman við ljósi, pallsmíð og koreografi. Ein framúr leikur, har eg siti eftir við nógvum tonkum, eri hugtikin og undrist yvir okkara søgu, okkara samtíð og framtíð.

Bravissimo!

Bjarni Prior
borgarstjóri 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juni 2022