Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 18. juni 2022 | Nr. 25 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Samgongan missir alsamt atkvøður

SíÐa 2

1 Leygardagur 18. juni 2022

Góðan lesihug og gott vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Javnaðarflokkurin kann koma at standa í heilt góðari støðu

Nú skal okkurt heilt heilt serligt henda, um vit ikki hava eitt nýggja flokssamanseting sitandi í landsstýrinum um eitt ár ella so.

Løgtingsval skal vera í seinasta lagið síðst í august mánaði í næsta ár. Verður hugt eftir veljarakanningunum, so er onki, ið bendir á nakran fyrimun hjá sitandi løgmanni at skriva út áðrenn valskeiðið er runnið, tí tað eru ongi tekin um, at hann og hansara borgarligu felagar varðveita landsins leiðslu eftir komandi løgtingsval.

Royndirnar siga okkum, at føroyskir politikarar ikki lata valdið frá sær sjálvbodnir, og tí rokna vit við, at sitandi samgonga fer at halda alt valskeiðið út – ella í hvussu so er gera eina roynd upp á at gera tað. Treytin er sjálvandi, at samgongan ikki missir stevið og megnar at vera samd um at halda saman so leingi, sum valskipanin loyvir.

Tí alt bendir á, at tað verður formaður Javnaðarfloksins, sum hevur allar trumfarnar á hondini tá nýggj samgonga skal skipast eftir komandi løgtingsval. So góð og støðug hava tølini hjá Javnaðarflokkinum verið í fleiri samanhangandi veljarakanningum hesi seinastu árini. Nakað, sum aftur verður staðfest í nýggjastu veljarakanningini, ið kann síggjast í hesum blað í dag.

Javnaðarflokkurin tykist týðuliga at hava lagt sjógv millum seg og hinar stóru flokkarnar. Nógv tey seinastu valini hava hesir flokkarnir fingið um 20 prosent, meira ella minni, í part. Men nú tykist javnaðurin av hava stabiliserað seg um ella beint undir tey 30 prosentini.

Fer tað at vísa seg, at hesin eini av teimum fýra stóru flokkunum verður so mikið størri enn hinir, so verður sera trupult at sleppa uttan um henda flokk tá samgonga skal skipast.

Sum rákið sær út í dag, so eru stór sannlíkindini fyri, at Javnaðarflokkurin kann enda við at fáa 11 tingsessir og hinir tríggir stóru flokkarnir seks hvør.

Hetta kann gerast ein heilt serlig støða, ein ynskistøða, har tann eini flokkurin kann skipa meiriluta við øllum hinum stóru flokkunum við ella uttan einum av teimum smærru alt eftir hvussu breið ein samgonga ynskist.

Ein slík støða hevði, um ikki annað, gjørt tað møguligt at slept fastlæsta blokkpolitikkinum, sum hevur verið galdandi seinastu skeiðini.

Møguleikin fyri einum slíkum scenario talar eisini ímóti at læsa flokkin ov fast afturat einum øðrum flokki undan løgtingsvalinum. Alt annað líka átti tað at veri meira spennandi og avbjóðandi at staðið á odda fyri samgongusamráðingum, um ein hevur eitt sjálvtøkuborð við so nógvum møguleikum at velja ímillum.

Kanska skuldi Javnaðarflokkurin tí eisini umhugsa av nýggjum avgerðina um kategoriskt at avvísa tann eina av hesum møguleikum...

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6532

    Lisnar síður: 25437

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 18. juni 2022

Samgongan missir alsamt atkvøður

Andstøðuflokkarnir høvdu fingið 20 tingsessir um løgtingsval hevði verið nú

Aksel V. Johannesen og Javnaðarflokkurin fær stuðul frá fólkinum (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Samgongan missir framhaldandi undirtøku. Nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti vísir, at samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin einans hevði savnað 13 tingsessir um val var í dag.

Andstøðan, t.e. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, hevði fingið 20 tingsessir.

Kanningin varð gjørd við at spyrja 500 veljarar týsdagin 14. juni.

Bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ganga fram í mun til seinastu veljarakanningina, sum var í Blaðnum Vikuskifti fyri trimum mánaðum síðani. 

Javnaðarflokkurin stendur at fáa 31,5 prosent og 11 tingsessir, meðan Tjóðveldi stendur at fáa 20,2 prosent og sjey tingsessir, og verður næststørsti flokkur á tingi.

Í mun til valið í 2019 er talan um eina framgongd hjá Javnaðarflokkinum á heili 9,3 prosentstig og fýra tingsessir fleiri enn nú. Fyri Tjóðveldi er talan um eina framgongd á 2 prosentstig og ein tingsess fleiri.

Fólkaflokkurin sær út til at hava fótað sær eftir rumblið, ið hevur verið í flokkinum síðan jóltíðir við formansskifti sum úrsliti.

Fólkaflokkurin gongur eitt prosentstig fram í mun til seinastu veljarakanningina hjá Blaðnum Vikuskifti. 19,5 prosent geva seks tingsessir, sum tó eru tveir færri enn nú. Í mun til seinasta løgtingsval, gongur Fólkaflokkurin tó 5,1 prosentstig aftur.

Sambandsflokkurin er við 15,8 prosentum nú 4,5 prosentstig minni enn á seinasta løgtingsvali, og flokkurin hjá løgmanni sær út til at fáa eitt søguliga vánaligt valúrslit, um val varð nú.

Sjálvstýri svinnur burtur

Hjá smáu flokkunum er tað galdandi, at Sjálvstýri einans fær 1,3 prosent av atkvøðunum, og er so langt frá einum tingsessi, sum hann nakrantíð hevur verið. Bara einaferð fyrr síðan seinasta val hevur Sjálvstýri staðið seg so illa í veljarakanning. Tað var 30. mars 2021, tá flokkurin stóð til at fáa 1,2 prosent.

Hjá hinum báðum smærru flokkunum, Framsókn og Miðflokkinum, bylgist tað aftur og fram. Í seinastu kanning hjá Blaðnum Vikuskifti í mars, var Framsókn nógv størri enn Miðflokkurin, 8,9 móti 5,8 prosentum, men nú er tað Miðflokkurin, ið hevur munin við 6,8 prosentum móti teimum 5,1 til Framsókn. Í báðum førum gevur tað sama tingsessatal sum nú, tveir í part.

Í mun til seinasta val, er talan um eina størri framgongd til Miðflokkin (+1,4) enn til Framsókn (+0,4).

Sum altíð við slíkum kanningum, er vert at hava óvissuna í huga, tí tað er serliga viðvíkjandi teimum smáu flokkunum, at óvissan kann gera seg galdandi.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Sambandið missir til javnaðin

Til ber at kava niður í tølini í veljarakanningini fyri at hyggja eftir flytingum. Tað vil siga, at hyggja eftir hvussu veljararnir hava flutt seg í mun til hvat teir søgdu seg velja á seinasta løgtingsvali.

Hóast óvissan er rættiliga stór í hesum tølum, so er tað eitt týðuligt tekin, at Sambandsflokkurin missir atkvøður til Javnaðarflokkin. 18 prosent av teimum, ið valdu Sambandið seinast siga seg nú fara at velja Javnaðarflokkin.

Men tað er eisini merkisvert, at tað eru nógvir sambandsveljarar frá seinast – og eisini fólkafloksveljarar – sum siga seg ikki vita, hvat tey høvdu valt um val var nú.

Ungu atkvøðurnar til Javnaðarflokkin

Og so eru tað tey, ið ikki høvdu valrætt seinast. Her vísa tølini – men her eru tey smá, og tí rættiliga óviss – at tey flestu, næstan helmingurin, høvdu vald Javnaðarflokkin.

Hyggja vit eftir tølunum landafrøðiliga, so síggja vit, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eru nógv sterkast í høvuðsstaðarøkinum. Her velja 36 prosent Javnaðarflokkin, 26 prosent Tjóðveldi, 14 prosent Fólkaflokkin og 9 prosent Sambandsflokkin og Framsókn – altso Framsókn er líka stórur sum Sambandsflokkurin í høvuðsstaðnum.

Uttan fyri Havnina er eitt sindur meira javnt býtt. 28 prosent velja Javnaðarflokkin, 23 prosent Fólkaflokkin, 21 prosent Sambandsflokkin og 15 prosent Tjóðveldi.

Tá hugt verður eftir kynsbýtinum, vísa tølini, at Javnaðarflokkurin hevur nógv størri undirtøku millum kvinnur enn menn. 36 prosent av kvinnunum siga seg velja lista C og 27 prosent av monnunum.

Fólkaflokkurin hevur nakað betri undirtøku millum mannfólk, meðan tað er meira javnbýtt millum kynini í Sambandsflokkinum og Tjóðveldi. Framsókn hevur munandi fleiri mannfólk sum stuðlar enn konufólk. Átta prosent av monnunum siga seg velja Framsókn og bara trý prosent av kvinnunum. Í Miðflokkinum er kynsbýtið 8-6 millum ávikavist kvinnur og menn.

Tá hugt verður eftir aldursbýtinum, so er tað greitt, at Javnaðarflokkurin stendur seg betri millum tey yngru – tey undir 45 ár – meðan Tjóðveldi stendur seg best millum eldra ættarliðið – yvir 45 ár.

Eisini hjá Sambandsflokkurin eru lutfalsliga fleiri veljarar, sum eru oman fyri 45 ár. Hjá hinum flokkunum er meira javnt býtt, í øllum flokkunum við eini lítlari yvirvág millum tey yngru uttan í Framsókn, har yvirvágin hellir yvir móti teimum, sum eru oman fyri 45 ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2022

3
Leygardagur 18. juni 2022

Aksel hevur takið á sitandi løgmanni

Nógv flest veljarar ynskja javnaðarformannin aftur í løgmanssessin

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast løgmaður hevur verið heilt nógv frammi í miðlunum hesa seinastu tíðina, og tað – nærum – einki hevur verið at sæð til formannin í Javnaðarflokkinum í almenna rúminum, so hevur Aksel V. Johannesen so væl og virðiliga takið á Bárði á Steig Nielsen í spurninginum um hvønn føroyingar ynskja til løgmann.

Í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri BlaðiðVikuskifti týsdagin vórðu tey 500 veljararnir eisini spurdir um, hvønn tey ynsktu til løgmann um val var í dag.

39 prosent svaraðu Aksel V. Johannesen og knapt 20 prosent svaraðu Bárður á Steig Nielsen.

Harvið kann enn einaferð staðfestast, at formaður Sambandsfloksins í løtuni ikki fær gagn av nakrari løgmanseffekt í so máta. Men tað skal eisini sigast, at tað er ikki fólkið, ið veður løgmann. Tað er meirilutin í løgtinginum.

Tað sum eyðkennir kanningina um løgmansevnini hesaferð í mun til seinast er, at eftir at Aksel V. Johannessen gekk nakað aftur og Bárður á Steig Nielsen nakað fram seinast, so er tað viðvent nú.

Javnaðarformaðurin gongur fram í mun til kanningina í mars, meðan løgmaður gongur aftur. Tó ikki líka langt, sum tá teir báðir vóru ávikavist best og verst umtóktir – tað var í undanfarnu kanningini frá desember 2021, tá Akesl fekk undirtøku frá 43,5 prosentum og Bárður einans frá 17,6 prosentum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Í mun til kanningina í mars mánaði er tað áhugavert at hyggja eftir, hvat veljararnir hjá Fólkaflokkinum svara upp á spurningin um hvør skal vera løgmaður. Tá tann veljarakanningin varð gjørd, hevði Jørgen Niclasen sagt seg úr formanssessinum, men tað var framvegis óvist hvør fór at taka við sum floksformaður.

Í marssvaraðu góð 10 prosent av øllum veljarunum at tey ynsktu “formannin/forkvinnuna í Fólkaflokkinum” til løgmann. Tað var meira enn Høgni Hoydal, formann Tjóðveldis, sum fekk 9,5 prosent.

Nú er viðvent. 13 prosent peika á Høgna Hoydal og 9 prosent peika á Christian Andreasen, formann Fólkafloksins, sum sostatt bert fær eitt prosentstig meira enn Ruth Vang, forkvinna í Framsókn.

Hyggja vit eftir fólkafloksveljarunum, so peikaðu yvir 57 prosent av teimum í mars á formann floksins. Nú navn er sett á formannin, eru tað 48 prosent, sum peika á Christian Andreasen. Tá peikaðu góð 18 prosent á sitandi sambandsløgmann – nú peika heili 29 prosent av fólkafloksveljarunum á sitandi løgmann, Bárð á Steig Nielsen.

Verður hugt eftir sambandsveljarunum, so er tað eisini áhugavert, at í mars peikaðu yvir 85 prosent upp á egnan formann og knapt 7 prosent á Aksel V. Johannesen. Í nýggjastu kanningini er býtið millum sambandsveljarar ávikavist 78 og 11 prosent. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2022

4
Leygardagur 18. juni 2022

Tær størstu byggifyritøkurnar høvdu 75 milliónir í avlopi í 2020

Hóast byggifyritøkurnar hava stórt avlop, er misjavnt hvussu tær einstøku fyritøkurnar hava klárað seg. Nira hevur hugt eftir roknskapinum hjá 13 teim størstu byggifyritøkunum í Føroyum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur gjørt eina greining av roknskapunum hjá føroysku byggifyritøkunum, sum í 2020 høvdu ein bruttovinning, sum var størri enn 10 milliónir krónur. 

Talan er tískil ikki um eina kanning av allari byggivinnuni í Føroyum, men bert teimum størru fyritøkunum, sum í hesi kanning eru 13 í talið. 

Besta úrslitið í 2020 í hesi kanningini hevði Pf. Articon, við 25,5 milliónum krónum. Næstbesta úrslitið hevði Pf. Løvubetong við 13,3 milliónum og á triðja plássi kom J&K Petersen Contractors við 6,3 milliónum krónum.   

[object Object]

Stórur munur er støddini á byggifyritøkunum, sum vístar eru í greiningini. 

Meðan tann størsta byggifyritøkan í landinum, Articon, hevði 304 ársverk í 2021 hevði J&K Petersen 128 ársverk: ein fyritøka sum HVT Sp/f hevði 86 ársverk. Restin liggja væl lægri í starvsfólkatalið.  

Nevnast kann, at Articon hevði eitt ársúrslit roknað pr. starvsfólk á 84.000 kr.  HVT  hevði 54.000 kr. í avlopið pr. starvsfólk meðan J&K Petersen hevði 48.000 kr. í avlopið pr. starvsfólk. 

[object Object]

Sæð yvir tey síðstu 15 árini so hava úrslitini verið sera misjøvn í byggivinnuni. Articon kann vísa á tað bestu gongdina og hevur í trý ár, frá 2017 til 2020, haft ársúrlit oman fyri 30 milliónir krónur pr. ár. Hetta eru eisini bestu úrslit hjá byggifyritøkum yvirhøvur í Føroyum.  

Nevnast kann annars at Spf. MTV Byggivirkið í Froðba í 2018 hevði eitt sera gott úrslit á 25 milliónir krónur.

Í niðara endanum á úrslitunum síðstu árini sæst TG Verk, sum eftir byggingina og sakarmálini um Glasir, hevur haft stór hall í tíðarskeiðinum 2016 til 2020 á samanlagt -51 milliónir krónur.

Eisini kann nevnast at MT Højgaard hevur haft sera misjøvn úrslit síðstu árini, har størsta hall var -18 milliónir krónur í 2010. Tó var avlop á 5 milliónir krónur í 2020. 

Samlaðu úrslitini byggifyritøkunum síðstu 15 árini:

Um hugt verður eftir gongdini á ársúrslitinum síðstu 15 árini hjá hesum 13 byggifyritøkunum, so er myndin hendan: 

[object Object]

Niðurstøðan er, at hesar størru byggifyritøkurnar eru sera nógv tengdar at konjunkturgongdini í samfelagnum. Eitt nú sæst at í 2010, 2011 og 2012 vóru vánalig ár hjá byggjuvinnuni sum heild.

Burtursæð frá 2016 hevur gingið framá hjá hesum byggifeløgum fram til 2018, tá samlaða úrslitið var 101 milliónir krónur. Síðani er úrslitið minkað til 74,5 milliónur krónur í 2020.  

Tað er serliga tað almenna og kommunur, sum vanliga hava boðið út stórar byggiverkætlanir. Men eisini privata vinnan, sum td. alivinnan, hevur verið verið ein stórur byggiharri í Føroyum síðstu 10 árini við sera stórum byggiverkætlanum.   

Fíggjarstøðan hjá byggifyritøkunum: 

Stórur munur er á støddini og styrkini hjá hesum 13 byggifeløgunum í Føroyum. 

Størstu fíggjarstøðuna hevði Articon við 283 milliónum krónum, har eginpeningurin var 107 milliónir krónur. 

Articon hevði við árslok 2020 bert 2 milliónir krónur í langfreiðstaðari skuld, og hevði 114 milliónir krónur í tøkum peningi. 

J&K Petersen hevði eina fíggjarstøðu á 129 milliónir krónur, og hevði ein eginpening á 66 milliónir krónur. Felagið hevði 21 milliónir krónur í langfreiðstaðari skuld og hevði tøkan pening á 5 milliónir.  

[object Object]

Lønsemið hjá byggifeløgunum: 

Lyklatølini niðanfyri vísa, at tað ikki eru tær størru byggifyritøkurnar, sum hava tey bestu lyklatølini. 

[object Object]

Tá hugt verður eftir trygdarevni, sum er eginpeningur í mun til fíggjarjavna, so eru fyritøkurnar: MTV Byggivirkið, Løvubetong, Eysturlon, Byggivirkið KBH , sum allar liggja framman fyri J&K Petersen og Articon í trygdarevni.  

Lyklatalið ognaravkast, sum er rakstraravlop í mun til fíggjarstøðu vísur, at fyritøkur sum Løvubetong, KBH Byggivirkið, HVT, Kanjon og Búsetur liggja fremri í avkasti enn bæði J&K Petersen og Articon.

Fyrivarni skal tó takast fyri, at lyklatøl í prosentum kunnu verða  misvísandi tá stór feløg við stórum fíggjarjavna verða sammett við minni feløg við minni fíggjarjavna. Tì skulu lyklatøl altíð haldast upp ímóti veruligu úrslitunum í kríonum. 

Roknskapirnir hjá føroysku byggifyritøkunum fyri 2021 fara komandi mánaðirnar at verða almannakunngjørdir. Nira fer at fylgja við hvussu árið 2021 hilnaðist hjá føroysku byggjuvinnuni. 

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen, frá ráðgevingarfyritøkuni Nira. www.nira.fo   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2022

5

Størv

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Tangabilførari til Effo

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Landmátingsteknikari til Munin

Meira Umsóknarfreist: 10. desember 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Roðin søkir eftir heilsurøktara til sambýlið Vesturskin á Toftum

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024
6 Leygardagur 18. juni 2022

Roks komin í Michelin guide’ina

Matstovan verður viðmælt - tó uttan at fáa stjørnu

(Mynd: Beinta á Torkilsheyggi / Roks)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú tvey stjørnaða Michelin-matstovan Koks er stongd í Føroyum og í staðin er staðsett í Grønlandi í tvey ár fyribils, hava Føroyar ikki longur nakra stjørnumatstovu í hesi gitnu guide'ini.

Men Føroyar eru tó framvegis umboðaðar í Michelin Guide’ini.

Tí lítlasystirin hjá Koks í Føroyum – tað er matstovan Roks í Gongini heima í Havn – fær viðmæli í nýggjastu útgávuni av bóklinginum hjá Michelin.

Tað upplýsti heimsins kendasta altjóða guide’in mikudagin.

Roks fær umrøðu í guide’ini, tó uttan at fáa nakra stjørnu, ei heldur ein sokallaðan “Bib Gourmand”.

Men ein “Michelin plate” ella "Michelin Guide’s Point of View" er eisini ein heiður, sum tó einans merkir, at her er ein matstova, sum eftirlitsfólkini hjá Michelin hava lagt merki til, og at her er dygdarmatur at fáa.

[object Object]

Um Roks skrivar Michelin-guide’in nakað soleiðis.

“Tað snýr seg um fisk og skeljadjór í hesi hugnaligu og lívligu matstovuni. Finst tað í havøkinum nærhendis, kemur tað eisini á borðiskin. Rættirnir eru matgjørdir við nærlagni og eru ómetaliga nøktandi (satisfying), og lívligu tænararnir hjálpa til við stuttleikanum”.

“Henda systirin hjá Ræst og Koks finst í einum eldri, grastaktum húsum. Innan er rustikt, við góðsligum og sussandi starvsfólki. Matskráin er merkt av tí, ið finst í havinum umkring, frá igulkerum til jomfrúhummara og lodnu; alt klassiskt matgjørt, fyri at framhevja natúrliga smakkin”.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2022

7 Leygardagur 18. juni 2022

Ósmæðin summargestur afturkomin í milliardatali

Tað íður við lærlittum loðmýggjum í høvuðsstaðnum í hesum døgum. Vanliga eru tær burtur á ólavsøku

Ósmædni gesturin er burtur á ólavsøku (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hevur tú verið í høvuðsstaðnum seinastu dagarnar, manst tú hava lagt til merkis nógvu flogkyktini ella flugurnar, sum flúgva og liggja nærum allastaðni.

Talan er um lærlitt loðmýggj, sum av álvara gjørdi um seg fyri tveimum árum síðani.

Vanliga eru tær her serliga um mánaðarskiftið juni juli og eru sum oftast burtur um ólavsøku.

Lærlitt loðmýggj er ikki vandamikið, men - sum fleiri munnu hava ásannað seinastu dagarnar - rættiliga strævin.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2022

8 Leygardagur 18. juni 2022

70 milliónir frá Horizon Europe til slóðbrótandi verkætlan

Eitt samtak við 25 altjóða fyritøkum og stovnum undir leiðslu av føroysku fyritøkuni Ocean Rainforest hevur fingið fígging til verkætlan, sum skal vaksa munandi um marknaðin fyri framleiðslu av vørum burturúr tara

(Savnsmynd: Ocean Rainforest)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Eitt samtak við 25 altjóða fyritøkum og stovnum undir leiðslu av føroysku fyritøkuni Ocean Rainforest hevur fingið slakar 70 milliónir krónur í fígging frá Horizon Europe til verkætlan, sum skal rudda slóð fyri at vaksa munandi um marknaðin fyri framleiðslu av vørum burturúr tara í Evropa.

Tað skrivar Ocean Rainforest í tíðindaskrivi. Verkætlanin, ið nevnist SeaMark, og byrjar 1. juli og gongur yvir fýra ár.

Samtakið hevur sett sær fyri at framleiða tólv nýggjar vørur burturúr sukurtara innan heilivág, kosmetikk, matvøru og fóður. M.a. verður framleiðsla av matvøru, sum kann brúkast í staðin fyri kjøt, og fóðurískoyti, sum skal betra um sodning, fóðurfaktor og framleidni í grísaframleiðslu. Harumframt fara royndir ar verða gjørdar við framleiðslu av pakkitilfari burturúr tara, sum kann brúkast í staðin fyri plastikk.

SeaMark verkætlanin skal eisini meta um og staðfesta ávirkanina, sum taraaling hevur á vistskipanina, so tað fæst ein neyvari fatan av, hvønn leiklut taraaling kann fáa í burðardyggum ringbúskapi frameftir.

Sambært Ocean Rainforest er hetta fyrstu ferð at ein føroysk fyritøka ella stovnur hevur yvirskipaðu leiðsluna av einari ES verkætlan í granskingarskránni Horizon 2020 ella Horizon Europe.

Ocean Rainfores leiðir og samskipar verkætlanina, har tólv aðrar fyritøkur úr ymiskum evropeiskum londum eisini eru við, m.a. fyritøkur við áhuga fyri taraaling og fyritøkur, ið framleiða burturúr tara. Tólv granskingarstovnar við nógvari tvørfakligari vitan eru eisini við í verkætlanini, m.a. føroyski granskingarstovnurin Sjókovin, sum m.a. hevur ábyrgdina av at fremja tøkni-búskaparligar greiningar av mentu framleiðslugongdunum, umframt virðisketu og samfelagsbúskaparligar greiningar, skrivar Ocean Rainforest.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2022

9 Leygardagur 18. juni 2022

Føroyar ásett sær makrelkvotu upp á 155.804 tons

Føroyska kvotan av makreli fyri 2022 er ásett

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Árni Skaale, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við uttanlandsnevnd løgtingsins tikið avgerð um at áseta føroysku kvotuna av makreli fyri 2022.

Føroyska makrelkvotan fyri 2022 verður 155.804 tons samsvarandi 19,6 prosentum av mest loyvdu veiðu á 794.920 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um makrel í London 27. oktober í fjør.

Árni Skaale sigur, at samráðingarnar um nýtt makrelbýti fyri 2023 og næstu árini eru nú byrjaðar og vónar hann, at hesar samráðingar føra til semju um makrelbýtið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2022

10
Leygardagur 18. juni 2022

Nýggjar reglur um veiðu eftir hummara til húsbrúks

Nú kunnu bátar, sum ikki hava hummaraloyvi, aftur fiska hummara til húsbrúks

Árni Skaale, landsstýrismaður (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Árni Skaale, landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur lýst kunngerð, sum broytir skipanina í fiskiskapi eftir hummara so at bátar, ið ikki hava hummaraloyvi, nú aftur kunnu fiska hummara til húsbrúks.

Frammanundan var treyt fyri at fiska hummara, at tú hevði hummaraloyvi – eisini um bert varð fiskað til húsbrúks. Henda treyt kom í regluverkið fyrst í 2021, eftir at vinnuligu hummarabátarnir høvdu gjørt vart við, at teir kendu seg darvaðar av vaksandi og óskipaðari veiðu til húsbrúks.

Men broytingin rakti tey, sum av og á settu nakrar rúsir fyri at fáa sær eitt kók av hummara, og sum ikki høvdu hummaraloyvi. Við kunngerðini, sum nú er lýst, er serlig skipan gjørd, so tað aftur ber til at fiska hummara til húsbrúks uttan at hava hummaraloyvi ella annað fiskiloyvi frá Vørn. Loyvt er tó ikki at avreiða ella á annan hátt selja fongin, skrivar Fiskimálaráðið.

Í veiðu til húsbrúks er loyvt at hava í mesta lagi 15 rúsur standandi í sjónum í senn. Annars galda somu teknisku reglur um reiðskap, merking av reiðskapi, minstamát á hummara o.a., sum eru í vinnuliga fiskiskapinum.

Fiskimálaráðið ger tó vart við, at broytingin fevnir ikki um økini sunnan fyri Streymin í Sundalagnum, á Kollafirði, á Skálafirði, á Kaldbaksfirði, á Tangafirði og á Funningsfirði. Á hesum økjum er framvegis bert loyvi at fiska hummara, um tú hevur vinnuligt hummaraloyvi sambært kunngerðini um vinnuligan fiskiskap eftir hummara. Hetta eru tey økini, har mesta vinnuliga hummaraveiðan er.

Landsstýrismaðurin fer at fylgja væl við, hvussu nýggja skipanin við hummaraveiðu til húsbrúks fer at roynast, og um tørvur verður á, at reglurnar verða endurmettar, skrivar Fiskimálaráðið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2022

11 Leygardagur 18. juni 2022

Nærum tvífalt so gott sum árið fyri

Ársúrslitið í roknskapinum fyri 2021 ber brá av, at Bilasølan aftur er á rættari leið

(Mynd: Bilasølan)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Spf. Bilasølan meir enn tvífaldaði ársúrslitið í 2021. Úrslitið eftir skatt var 6,8 milliónir krónur í mun til 3,5 milliónir krónur í 2020. Eigararnir fingu 4,75 milliónir krónur í vinningsbýti. 

Ein av stóru bilasølunum í Føroyum er Spf. Bilasølan, sum selur týsku bilmerkini: Audi, VW og Skoda. Bilasølan fekk í 2020 annars nýggjar eigarar.  

Góða úrslitið í 2021 ber brá av, at Bilasølan aftur er á rættari leið, hvat ið sølu og úrslitið viðvíkur, serliga samanborið við tølini í 2017 til 2020. 

[object Object]

Roknskapurin hjá Bilasøluni fyri 2021 vísur, at bruttovinningurin øktist úr 13,3 til 18,8 milliónir krónur, sum er ein vøkstur á heili 41 prosent.  

Starvsfólkakostnaðirnir øktust annars í 2021 við 9 prosentum til 10,2 milliónir krónur. Starvsfólkatalið er 23 sambært roknskapinum. 

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt Ebidta, var 8,5 milliónir krónur, sammett við 3,9 milliónir í 2020. Talan er tískil um eitt meir enn tvífalt betra úrslit áðrenn avskrivigar.  

Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt avlop á 6,8 milliónir krónur sammett við 3,5 milliónir krónur í 2020.   

Av ársúrslitinum hevur aðalfundurin samtykt at luta 4,75 milliónir krónur út til eigararnar sum vinningsbýti. 

Fíggjarjavnin hjá Bilasøluni er øktur úr 27 milliónum í 2020 til 32,3 milliónir krónur í 2021.  

Støðisognin er í alt 4 milliónir krónur, meðan ognir í umferð vóru 28,2 milliónir. Serliga kann síggjast at vørugoymslur eru øktar úr 17,6 milliónum í 2020 til 21,3 milliónir krónur í 2021.  

Bilasølan hevði við ársenda 2021 ein eginpening á 6,3 milliónir krónur, sum svarar til eitt trygdarevnið á 19,5 prosent. Vanliga verður sagt at eitt trygdarevnið á 30 prosent er nøktandi.   

Felagið hevur langfreistaða skuld á 6,7 milliónir krónur við ársenda 2021, sum er 267.000 krónur minni enn í 2020. Stuttfreistaða skuldin er hinvegin vaksin úr 15,7 milliónum í 2020 til 19,2 milliónir krónur.  

Um hugt verður eftir lyklatølunum hjá Bilasøluni sæst, at ognaravkastið, sum er úrslitið áðrenn fíggjarpostar í mun til samlaða fíggjarjavnan, var heili 25 prosent, sum verður mett at vera gott. 

Eginpeningsavkastið var eisini sera gott, heili 130 prosent, sum sigur at eigararnir hava havt eitt gott avkast av síni íløgu í felagið í 2021. 

Samanumtikið eitt gott úrslit hjá Spf. Bilasøluni fyri 2021.  

Stjóri í Spf. Bilasøluni er Hans Jákup Langgard. Nevndarformaður er Christian Nagata. Eigarar av Spf. Bilasøluni er felagið Spf. 15. september 2020. 

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2022

12 Leygardagur 18. juni 2022

Radiobúðin hevði minkandi úrslit í 2021

Men felagið er væl fyri fíggjarliga og hevði við árslok 2021 ein eginpening upp á 17,8 milliónir krónur

 
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Ein av kendu fyritøkunum í Føroyum, sum veita útgerð til skip og bátar, er Radiobúðin í Runavík. 

Síðani 1963 tá virkið var stovnað av Eyðun Joensen, eisini nevndur Eyðun í Radiobúðini, verður virkið nú rikið víðari av synunum Trygva og Elva Joensen.  Fyritøkan er heimhoyrandi í Runavík, og selur í dag umframt til skip og bátar eisini til privar kundar. Eisini eigur felagið meirlutan í dótturfelagnum Spf. Radioservice, sum er heimahoyrandi í Havn. 

Roknskapurin fyri 2021 hjá Spf. Radiobúðini vísur at bruttovinningurin er fallin við 1,6 milliónum til 7,6 milliónir krónur í 2021. Talan er um eitt fall í bruttovinninginum á 17 prosent í 2021. 

[object Object]

Rakstrúrúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt Ebidta, fall úr 2,3 milliónum í 2020 til 1,2 milliónir krónur í 2021, sum er ein minking á heili 54 prosent.

Ársúrslitið eftir skatt vísti í 2021 eitt avlop á 753.000 krónur. Í 2020 var úrslitið heili 4,4 milliónir krónur.  

Fíggjarjavnin hjá Spf. Radiobúðini er øktur úr 24,6 milliónum í 2020 til 27 milliónir krónur í 2021. Serliga sæst at ognir í umferð eru øktar við 2,3 milliónum krónum, har serliga vørugoymslur eru øktar við 1,8 milliónum og áogn frá debitorum er økt við 850.000 krónum.  

Spf. Radiobúðin er annars sera væl fyri fíggjarliga, og hevur við árslok 2021 ein eginpening upp á 17,8 milliónir krónur. Trygdarevnið hjá felagnum var tískil 66 prosent, sum verður mett at verða sera gott. 

Langfreistaða skuldin hjá felagnum er niðurgoldin úr 4,1 milliónum í 2020 til 3,7 milliónir krónur í 2021.  

Stuttfreistaða skuldin hinvegin er økt úr 3,2 milliónum í 2020 til 5,2 milliónir krónur í 2021. 

Gjaldførið hjá Radiobúðini var gott, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutall”, sum var 316 prosent. Hetta merkir, at umsetiliga ognir í umferð vóru 3,2 ferðir størri enn tær stuttfreistaðu skyuldurnar hjá felagnum. Hetta verður roknað sum at felagið er væl fyri gjaldførisliga. Tøki peningurin við árslok 2021 var 479.000 krónur.

Felagið upplýsir ikki í roknskapinum ella á heimasíðuni hvørjir eigararnir eru. Mett verður tó at brøðurnir Elvi og Trúgvi Joensen eru høvuðspartaeigarar í felagnum. 

Stjóri í Radiobúðini eru Trúgvi Joensen og Elvi Joensen er nevndarformaður.  

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2022

13 Leygardagur 18. juni 2022

Níggju Nato herskip í føroyskum sjógvi

Flotavenjingin hjá Nato fór í gongd mánadagin, og hon er eisini í føroyskum sjógvi. Fríggjakvøldið vóru fleiri herskip stødd eystur úr Nólsoynni

(Mynd: Vikmar / www.fishin.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var nógv skipavirksemi eystur úr Nólsoynni fríggjakvøldið. Talan var ikki um fiskiskip, men um Nato herskip, sum sigldu aftur og fram.

Uttanríkisráðið kunnaði mánadagin um vejingina, sum hevur heitið Dynamic Mongoose. Venjingin byrjaði í Reykjavík og heldur á í 11 dagar og endar í Bergen.

- Undir venjingini koma før, sum taka lut, eisini í føroysk sjóøki, at gera siglingarvenjingar. Flogið verður eisini í sambandi við venjingina, segði Uttanríkisráðið.

Sagt var eisini, at skipini ikki fara at venja millum oyggjarnar, ella á firðum og sundum, men hugsast kann, at okkurt av skipunum koma í føroyska havn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2022

14 Leygardagur 18. juni 2022

Tá Nato-herflotin sigldi millum oyggjarnar

Sunnudagin 5. juni sigldu seks herskip í føroyskum firðum á veg til Íslands. Sí myndir sum Nato hevur tikið

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sunnudagin 5. juni móti kvøldið mundu vera nógv sum hvukku við, tá stór herskip sigldu í føroyskum firðum.

Tað vóru NATO-skip í sonevnda Standing NATO Maritime Group 1.

Tey høvdu havt felags venjing og sigldu umvegis Føroyar til Íslands.

Sí myndir sum Standing NATO Maritime Group 1 hevur lagt út frá degnum:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2022

15 Leygardagur 18. juni 2022

164 tilmæli til framgongd og trivnað

Vakstrarforum hevur virkað í 18 mánaðir og endaði sítt arbeiði í vikuni. Úrslitið er seks frágreiðingar og 164 tilmæli. Bólturin liggur nú hjá politisku skipanini

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hvussu skipa vit útbúgving og framtíðararbeiðsmarknaðin?

Hvussu røkka vit burðardygd í øllum liðum í samfelagnum?

Hesum spurningum verður roynt at svara í tveimum frágreiðingum, sum Vakstrarforum almannakunngjørdi týsdagin.

[object Object]

Tann fyrra eitur Førleikatørvur og førleikagagn og snýr seg um útbúgving og arbeiðsmarknað. Hin hevur heitið Grønari hinumegin og snýr seg um grøna skiftið og yvirskipaðað burðardygd í samfelagnum.

Hesar eru tær seinastu av seks frágreiðingum, sum Vakstrarforum hevur givið út síðan desember mánaða. Vakstrarforum byrjaði sítt arbeiði í februar 2021.

Seinnapartin rundaði Vakstrarforum sítt arbeiðið av við tiltakið á Hotel Føroyum, har øll tey, sum hava givið eitt íkast til verkætlanina, vóru boðin við. Dentur var millum annað lagdur á týdningin av at arbeiða strategiskt, eisini á samfelagsstigi. Eisini greiddu tey seks forfólkini, sum hava staðið á odda fyri arbeiðsbólkunum, frá arbeiðnum innan ávikavist havið, KT, vinnuferðavinnu, maritimum veitaravinnum, útbúgving og arbeiðsmarknaði og grøna skiftinum.

[object Object]

At enda rundaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tiltakið av, har hann millum annað heitti á sínar politisku starvsfelagar um at arbeiða saman um at fremja tey átøk, sum frágreiðingarnar leggja upp til.

- 164 uppskot til betringar í samfelagnum er ein fongur fyri okkum politikarar, men tað er eisini ein avbjóðing. Tí nú er spurningurin bara, hvussu væl vit tora at taka djarvar avgerðir, sum kunnu skapa varandi vøkstur og trivnað langt inn í framtíðina. Mín áheitan til samgongu- og andstøðupolitikarar er, at hetta verður júst tað vit gera komandi tíðina, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2022

16 Leygardagur 18. juni 2022

Grønlendski landsstýrisformaðurin vitjaði Hondbóltssambandið

Á vitjan sínari í Føroyum vigjaði Múte B. Egede ymisk virki og stovnar, og eisini ynsktu hann og konan, Sara B. Egede, at vitja hondbóltssambandið, av tí at tey bæði hava spælt hondbólt

(Mynd: hsf.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarmorgunin fekk Hondbóltssamband Føroya vitjan av grønlendska landsstýrisformanninum, Múte B. Egede, sum var á almennari vitjan í Føroyum í síðstu viku.

Á vitjan sínari vitjaði Múte B. Egede ymisk virki og stovnar í Føroyum, og eisini ynsktu hann og konan, Sara B. Egede at vitja hondbóltssambandið, av tí at tey bæði hava spælt hondbólt, skrivar HSF á heimasíðuni.

Umframt grønlensku hjúnini vóru løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, og konan, Rakul Nielsen og umboð frá Løgmansskrivstovuni og grønlendsku umsitingini eisini til staðar.

Umframt søguligu gongdini, var serliga greitt frá tilgondini til eyðsýndu menningina í føroyskum hondbólti seinastu 10 árini, og hvussu Føroyar megna at luttaka í trimum altjóða endaspølum komandi summar, og eftir fundin var høvið nýtt til at handa Múte og Sara B. Egede nýggju landsliðsblusuna hjá HSF, skrivar HSF.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2022

17 Leygardagur 18. juni 2022

Økt virksemi: Dveylan 1,3 milliónir krónur í avlopi

Bruttovinningurin er vaksin 1,9 milliónir krónur ella 21 prosent í 2021

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Fyritøkur sum taka sær av reingerð og vasking í Føroyum hava haft vind í seglunum síðstu árini. 

Hesaferð skulu vit viðgera roknskapin hjá Dveyluni, sum er heimhoyrandi í Havn. 

Roknskapurin fyri 2021 hjá Spf. Dveylan vísir, at bruttovinningurin er vaksin 1,9 milliónir krónur, ella 21 prosent, til 10,8 milliónir krónur í 2021. Tað er ikki upplýst í roknskapinum hvar ið vøksturin stavar, men besta boð er at samlaða sølan hjá felagnum er vaksin í 2021 sammett við 2020. 

Starvsfólkakostnaðirnir eru øktir við 1,7 milliónum til 9 milliónir krónur í 2021. Vøksturin er 23 prosent. Ein slíkur vøkstur boðar helst frá, at virksemið er nógv økt hjá felagnum. 

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt Ebidta, øktist úr 1,6 milliónum í 2020 til 1,8 milliónir krónur í 2021. Vøksturin er 9,5 prosent. Tískil er úrslitið av vanligum rakstri ikki øktur líka nógv sum t.d. starvsfólkakostnaðirnir.  

Ársúrslitið í 2021 vísti eitt avlop á 1,3 milliónir krónur, sum skal síggjast í mun til eitt avlop á 1,2 milliónir í 2020. Talan er um ein vøkstur á 9,5 prosent í ársúrslitinum sammett við 2020. 

Aðalfundurin hevur samtykt at luta 1,3 milliónir krónur av ársúrslitinum út sum vinningsbýti til eigararnar. 

Fíggjarjavnin hjá Dveyluni er øktur úr 2,6 milliónum í 2020 til 2,8 milliónir krónur í 2021. 

Støðisognirnar eru øktar eitt vet, úr 293.000 krónum í 2020 til 449.000 krónur í 2021. 

Ognir í umferð hava ligið á sama støði síðstu tvey árini og vóru 2,3 milliónir krónur í 2021. 

Spf. Dveylan hevur við árslok 2021 ein eginpening á 400.000 krónur, tá ið uppskot um vinningsbýti á 1,3 milliónir krónur er trekt frá. Hetta merkir, at trygdarevnið er 14 prosent í 2021, sammett við 15 prosent í 2020.

Felagið hevur onga langfreistaða skuld. Stuttfreistaða skuldin var við árslok 2021 í alt 2,4 milliónir krónur sammett við 2,2 milliónir í 2020. 

Gjaldførið hjá Dveyluni var rímuligt í 2021. Gjaldførislutfallið var 98,1 prosent, sum vanliga eigur at verða hægri enn 100 prosent. Tann tøki peningurin hjá felagnum við árslok 2021 var 844.500 krónur.  

Høvuðspartaeigari av Dveyluni er Spf. Heinesen Consulting. Stjóri er Jákup Heinesen og nevndarformaður er Kirstin Jonna Dam Jacobsen.  

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2022

18 Leygardagur 18. juni 2022

Útflutningurin vaks 2,6 milliardir

Seinasta 12-mánaðarskeiðið hevur vøkstur verið í flestøllum vørubólkum samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinasta 12-mánaðarskeiðið hava vit útflutt fyri umleið 10,8 milliardir krónur.

Sambært Hagstovuni vaks útflutningurin av fiskavørum 2,6 milliardir krónur í tíðarskeiðnum mai 2021 til apríl 2022 samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið.

Talan er um ein vøkstur í flestøllum vørubólkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Útflutningurin til Russlands var í apríl komin niður á 31 milliónir krónur. Harav stava 21 milliónir krónur frá sølu av brennievni til russisk skip, skrivar Hagstovan.

Í apríl 2021 var útflutningurin 100 milliónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2022

19 Leygardagur 18. juni 2022

Innflutningurin vaksin 2,2 milliardir krónur seinasta árið

Talan er um ein vøkstur á 27 prosent, sambært Hagstovuni

(Savnmsynd: Ólavur Frederiksen/Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í tíðarskeiðnum mai 2021 til apríl 2022 innflut føroyingar fyri 10,5 milliardir krónur.

Sambært Hagstovuni er hetta ein vøkstur á 27 prosent samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeið.

Størsti vøksturin stavar frá innflutningi av brennievni, sum er vaksin 625 milliónir krónur – ella 66,4 prosent.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2022

20 Leygardagur 18. juni 2022

Vilja hava fíggjarligt endurgjald fyri at lata so nógv náttúrutilfeingi til grøna orku

Teir 380.000 rúmmetrarnir av gróti skulu ikki leggjast í Heygadal, heldur Vestmanna kommuna, sum saman við einum áhugabólki í bygdini, skipar fyri orkutingi í næstu viku

(Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin verður skipað fyri evnisdegi, um hvussu ognartøka av náttúru til grøna orku, kundi verið skipað.

Stigtakari til orkutingið er ein áhugabólkur í Vestmanna saman við Vestmanna kommunu.

Í næstum er ætlanin at fara undir Føroya størstu orkuverkætlan nakrantíð, tá pumpuskipanin á Mýrunum í Vestmanna skal gerast. Hetta er eitt neyðugt stig á leiðini móti eini grønari framtíð.

Tað eru hundrað ár síðan, at fyrsta vatnorkuverk varð bygt í Føroym, og síðan SEV var stovnað í 1954, eru fleiri vatnorkuverk og vindmyllulundir gjørdar kring landið og ein sólorkulund. Harumframt mala drekar í løtuni runt í Vestmannasundi og skapa sjóvarfalsorku.

Í neyðugu strembanini móti eini grønari framtíð, verður hald lagt á alsamt meira lendi.

Stórt inntriv í náttúruna
Nú SEV fer undir undir pumpuskipanina, verður eitt stórt inntriv gjørt í náttúruna í Vestmanna. Stór orkugoymsla verður gjørd inni í fjallinum og út skulu áleið 380.000 rúmmetrar av gróti, sum svarar til áleið 94 fótbóltsvøllir. Ætlanin er at leggja hesa ómetaliga stóru rúgvuna í náttúruvakra Heygadali, sum er eitt stað, har ung sum eldri vanliga hugna sær og dagliga ganga túrar. Hetta kemur at ávirka landslagið ógvuliga nógv, eisini um tað verður lagt undir mold og gras fer at vaksa. Tað verður ikki Heygadalur meir, við sínum natúrliga lendi.

Endurgjald fyri mist lendi
Í Føroyum eiga vit øll at gera okkara part til tess at røkka málinum um eitt grønt samfelag. Í Vestmanna eru byrgingar, vatnorkuverk, vindmyllur, sjóvarfalsorka og vit bjóða eisini pumpuskipanini vælkomnari. Men vit vilja ikki hava 380.000 rúmmetrar av gróti fram við dalinum.

Tað er sera lítið, ið kommunur hava fingið í fíggjarligum endurgjaldi fyri inntrivini gjøgnum árini. Nú føroya størsta orkuskipan skal gerast, er spurningurin settur, um tað ikki er uppá sítt pláss, at kommunur, sum lata so nógv náttúrutilfeingi til grøna orku, hava rætt til eitt fíggjarligt endurgjald.

Fordømi fyri eina slíka skipan er norska orkufelagið (LVK). Uppgávan hjá felagsskapinum er m.a. at stuðla rættinum um ein varandi part av virðisøkingini, um orka verður vunnin úr kommunalum lendi. LVK leggur stóran dent á, at talan er um staðbundið náttúrutilfeingi. Ein skipan er fingin í lag í Noregi, har kommunur, ið lata lendi og náttúrutilfeingi til orkunýtsluna í landinum, fáa eitt fíggjarligt endurgjald.

Torfinn Oppheim úr Sauda kommunu, sum er formaður í felagnum, fer á Orkutinginum at greiða frá norsku skipanini.

Orkutingið verður týsdagin kl. 18:30-22 í Miðnámi í Vestmanna. Neyðugt er við tilmelding.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2022

21 Leygardagur 18. juni 2022

Skúlastjóri: Tað er hart tá málið ikki er komið uppá pláss

Í Fuglafjarðar skúla hava tey valt at hava regluliga eykaroyndir gjøgnum alt skúlaárið við næmingum í hádeildini, sum skulu læra føroyskt sum annaðmál umframt danskt – vit skulu leggja trýst á tey, sigur Berlys Toftadal, skúlastjóri

Berlys Toftadal, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

- Tað er hart í byrjanini at fara til roynd, tá ið málið ikki er komið upp á pláss, men við at gera nógv eyka læra tey meiri og skjótari og kunnu fylgja betur við hinum, sigur Berlys Carlota Canas Toftadal, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.

Í Fuglafjarðar skúla hava tey valt at hava regluliga eykaroyndir gjøgnum alt skúlaárið við næmingum í hádeildini, sum skulu læra føroyskt sum annaðmál umframt danskt. Tað er nakað, sum setir ferð á læringina, heldur Berlys Toftadal, sum er ættað úr Venesuela og koma til Føroya fyri 21 árum síðan.

- Vit vilja hava, at tey eru til roynd samstundis sum hini eru, hóast vit vita, at tey ikki megna tað sama, og tey ikki fáa karakter á sama hátt. Tað er í lagi bara at skriva nakrar fáar reglur, tá ið talan er um stíl, men vit vilja hava, at tey skulu royna. Tí tillaga vit royndirnar til teirra. Krevja ella vænta vit ongantíð av teimum, at tey skriva stíl á føroyskum og donskum, so koma tey ongan veg. Vit skulu leggja varligt trýst á tey, sigur hon í samrøðu við Skúlablaðið.

- Vit royna at eggja teimum, sum eru flutt til bygdina, at fara upp í alt, sum gongur fyri seg, næmingaráð, kór, ítrótt og annað, soleiðis at tey lættari og skjótari gerast partur av felagsskapinum. Vit hava vakið eyga við, at tey ikki halda seg fyri seg sjálv, tí tað kunnu tey hava lyndi til, sigur hon.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2022

22 Leygardagur 18. juni 2022

90 ára gamli Julian røkt og hildið útgrevsturin við líka í samfull 22 ár

Nú hann bleiv 90 ár í vikuni, hevur Julian Mikkelsen valt at siga starvið frá sær

(Mynd: Kvívíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Julian Mikkelsen fylti 90 ár hósdagin, og í tí sambandi hevur Kvívíkar kommuna sent honum eina heilsan á degnum.

Julian Mikkelsen býr í Kvívík, men er ættaður úr Sørvági. Julian hevur í samfull 22 ár røkt og hildið ”útgrevsturin” við líka. Hetta hevur Julian gingið høgt uppí, og gjørt tað til fulnar. Útgrevsturin hevur staðið sum eitt prýði fyri bygdina, sum nógv fólk hava vitjað.  

Kvívíkingar eru stoltir av hesum vakra staði. Julian hevur røkt starvið fyri Kvívíkar kommunu. Nú hann er vorðin 90 ár hevur hann valt at siga starvið frá sær.

- Kvívíkar kommuna vil takka Juliani fyri tíðina, hann hevur røkt starvið, og ynskir Juliani hjartaliga til lukku við føðingardegnum.

Dagurin var hildin saman við familjuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2022

23 Leygardagur 18. juni 2022

1.460 mótmælisundirskriftir handaðar borgarstjóranum í Klaksvík

Endamálið við mótmælisskrivinum er at heita á Klaksvíkar býráð um at finna aðra staðseting til Føroya Húsarhaldsskúla og heldur varðveita økið á Biskopstøð søguligt varðveitingarøki.

Archibald Black handaði Karl Johansen mótmælisskrivini. Endamálið við teimum er ikki er at steðga arbeiðinum við einum nýggjum húsarhaldssskúla, men heldur at økið á Biskopsstøð verður varðveitt sum eitt søguligt varðveitingarøki (Mynd: klaksvik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Archibald Black var týsdagin á gátt á býráðsskrivstovuni í Klaksvík og handaði borgarstjóranum, Karl Johansen, mótmælisundirskriftir. Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at tey í alt 1.460 fólkini mótmæla staðsetingini av nýggja húsarhaldssskúlanum.

- Endamálið við mótmælisskrivinum, er at heita á Klaksvíkar býráð, um at finna aðra staðseting til Føroya Húsarhaldsskúla. Stigtakarnir siga eisini, at endamálið ikki er at steðga arbeiðinum við einum nýggjum húsarhaldssskúla, men heldur at økið á Biskopsstøð verður varðveitt sum eitt søguligt varðveitingarøki.

Ætlanin er at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla við Biskopstorgið - mitt í Klaksvík har sum kappróðrarneystið er nú. Bygningurin skal eftir ætlan vera liðugur næsta ár. Nýtt kappróðrarnesyt verður í løtuni bygt á útstykkingini stutt harfrá.

Leiðslan hevur skrivað viðmerking til hetta málið, sum kann lesast á lesarin.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2022

24
Leygardagur 18. juni 2022

Hiddenfjord: Eingin ella sera lítil dálking av firðunum

Botnkanningar av firðum hjá Hiddenfjord vísa, at ávirkanina á botnin undir ringunum er sera lítil. Eisini vísa kanningarnar, at ávirkanin oftast er mestsum horvin, áðrenn fiskur verður settur út aftur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Botnkanningar av firðum hjá Hiddenfjord vísa, at ávirkanina á botnin undir ringunum er sera lítil. Eisini vísa kanningarnar, at ávirkanin oftast er mestsum horvin, áðrenn fiskur verður settur út aftur.

Hetta vísa úrslitini hjá Biofar, sum ger botnkanningar hjá Hiddenfjord. Biofar, ið er ein óheft kanningarstova, er góðkend av Umhvørvisstovuni, og ger kanningarnar eftir kanningarskrá, ið Umhvørvisstovan eisini hevur góðkent.

Sambært vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni er ein ávís ávirkan loyvd undir ringunum, og minni ávirkan verður loyvd inni á aliøkinum. Tó má ávirkanin ikki vera støðugt vaksandi.

Umhvørvisstovan nýtir úrslitini frá botnkanningunum til góðkenning av framhaldandi virksemi á aliøkinum. Umhvørvisstovan kann krevja tillagingar, harundir niðurskurð í framleiðsluni, um ávirkanin á umhvørvið er ov stór.

Umframt at gera botnkanningar við størsta biomassa, sum eru kravdar av Umhvørvisstovuni, ger Hiddenfjord eisini botnkanningar aðrar tíðir. Hetta gera tey fyri at fylgja gongdini og ansa eftir, at teirra virksemi ikki hevur ávirkan á fjørðin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2022

25 Leygardagur 18. juni 2022

Hasfjord væntandi aftur í sigling um tríggjar vikur

Mest hevur seinastu tíðina roynt at fáa hendur á einari nýggjari kopling til skipið, og hon er nú komin til landið

Hasfjord hevur ikki verið í sigling síðan 10. mai (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hasfjord hevur ikki siglt síðani 10. mai, tá ið eitt traktordekk kom um skrúvuna inni í Skopunar Havn, men gongst alt sum ætlað, kann skipið fara í sigling aftur innan fyri tríggjar vikur.

Tað skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.

Hasfjord hevur seinasta mánaðin ligið í Havn, og seinastu tíðina hevur Mest roynt at fáa hendur á einari nýggjari kopling, tí skaðin var so mikið stórur á tí gomlu.

Nú er koplingin komin til landið, og skulu nakrar tillagingar gerast, áðrenn arbeiðið kann gerast liðugt, verður sagt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2022

26
Leygardagur 18. juni 2022

Nýggi Ango komin á Havnina

Uppsjóvarskipið Ango skal skrásetast aftur í Hirtshals, og ístaðin skal íslendska uppsjóvarskipið Hoffell skrásetast í føroyska flotanum

Hoffell skal nú skrásetast í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Hósmorgunin kom grøna íslendska uppsjóvarskipið, Hoffell á Havnina í sambandi við at skipið skal skrásetast í føroyska flotanum.

Hoffell, sum skipið kallast í dag, fær helst navnið Ango, og tað er felagið Ango í Vági, sum skal eiga skipið.

Íslendsku eigararnir hava keypt danska uppsjóvarskipið Asbjørn úr Hirtshals, og í keypsavtaluni gekk eldra uppsjóvarskipið Hoffell í býti.

Hetta inniber so eisini broytingar í føroyska flotanum, tí Ango, sum er fyrrverandi Junior úr Hirtshals, skal aftur til familjuna Magnussen, har skipið nú skal fiska inntil felagið hevur útvegað sær annað skip.

Um familjan Magnussen í Hirtshals fer at keypa eitt nýggjari, men tó brúkt skip, ella um felagið fer at byggja nýtt, er enn ógreitt.

Hoffell, sum er bygt 1999, er eitt ár eldri enn Ango. Skipið er 1.775 bruttotons til støddar, og 68 metrar langt og 13 metrar breitt.

Ango er bygt á Karstensens Skipasmiðjuni í Skagen í 2000, og er 1.198 bruttotons til støddar og 56 metrar langt og 12 metrar breitt.

[object Object]Ango kom í føroyska flotan í november í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2022

27
Leygardagur 18. juni 2022

Føroyar trý pláss fram á Hvítalista

Seinastu tvær ferðirnar, listin er komin út, hevur føroyska flaggið ligið á 31. plássi, men í ár liggja vit nummar 28 á listanum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyar taka seg fram á árliga listanum hjá Paris MoU yvir flaggstatir og eru nú nr. 28 á listanum yvir sonevnd hvít fløgg.

Hesum boðar Sjóvinnustýrið frá.

Seinastu tvær ferðirnar, listin er komin út, hevur føroyska flaggið ligið á 31. plássi. Undan hesum lógu vit á 39. plássi.

Plássið á listanum er grundað á eftirlit og afturhald av skipum í FAS seinastu 3 árini. Minst 30 eftirlit skulu vera framd í tíðarskeiðnum.

Tað eru seinastu 3 árini framd 240 havnastatseftirlit av føroyskt flaggaðum skipum. 4 afturhald hava verið.

Sjóvinnustýrið gleðist um framgongdina á Hvítalista, sum samstundis merkir, at standardurin og trygdin um borð á skipum í FAS eru góð.

Plaseringin seinastu 4 tíðarskeiðini:

2019 – 2021: Nr. 28 (EF -1,02)
2018 – 2020: Nr. 31 (EF -0,87)
2017 – 2019: Nr. 31 (EF -0,57)
2016 – 2018: Nr. 39 (EF -0,27)

(Excess Factor: Útrokningarhátturin hjá Paris MoU)

Annað árið á rað er Danmark nr. 1 á listanum. Í hølinum á teimum koma Niðurlond og Noreg.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2022

28 Leygardagur 18. juni 2022

Maskinmeistararnir hava gjørt semju

Maskinmeistarafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava gjørt semju um nýggjan tvey ára sáttmála

Jórun Gardar, ráðgevi í Vinnuhúsinum, og Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjadagin skrivaðu Maskinmeistarafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, FAG, undir semju um nýggjan sáttmála fyri tann sum gekk út 1. juni.

Semjan byggir á sama karm, sum bleiv lagdur, tá FAG og Føroya Arbeiðarafelag gjørdu semju herfyri.

Lønarhækkingin er 3,80 prosent 1. juni 2022 og 4,04 prosent 1. juni 2023.

Harumframt eru aðrar broytingar gjørdar. Eitt nú er lønartalvan longd við seks stigum, ásetingin um yvirtíðargjald er nágreinað, og ásetingin um avloysing í hægri starvi stytt við tveimum døgum frá fimm niður í tríggjar dagar. 

Nýggj áseting um eginavtalur er eisini við í semjuni.

Talan er um ein tvey ára sáttmála, sum gongur fram til 1. juni 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2022

29 Leygardagur 18. juni 2022

Nýggja kappróðrarneystið í Klaksvík reist

Tað er mett at kosta umleið níggju milliónir krónur og skal eftir ætlan standa liðugt í heyst

Reisigildið á útfyllingini í miðbýnum í Klaksvík mikudagin (Mynd: klaksvik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikudagin varð reisigildið hildið á útfyllingini á Sandinum, beint við Biskopstorgið, har nýggja kappróðrarneystinum nú stendur.

- Arbeiðið byrjaði fyrst í árinum og í dag veittraði Merkið, saman við fløggum frá kappróðrarfelagnum, yvir nýggja prýðiliga neystinum, sum eftir ætlan skal standa liðugt seint í heyst.

[object Object]

[object Object]
Mynd: klaksvik.fo

Soleiðis skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari, har tað eisini stendur, at fitt av fólki var komið saman til reisigildið. Talan var um arbeiðsfólk, politikkarar og eisini nevndina í Klaksvíkar kappróðrarfelag, ið var væl umboðað til hátíðarhaldið. Karl Johansen, borgarstjóri, segði nøkur orð og síðan varð boðið til ein døgurða í arbeiðsskúrinum.

- Borgarstjórin gleddist saman við nevndini í felagnunum um umstøðurnar, sum kappróðurin í býnum nú fær. Tað fer at gera tað hugaligt hjá bæði nevnd og rógvarum í arbeiðinum fram ímóti góðum úrslitum.

Tað er byggifyritøkan Malltek, sum er høvuðsarbeiðstakari.Nýggja kappróðarneystið er mett at kost umleið níggju milliónir krónur. 

Klaksvíkar Róðrarfelag hevur fingið nógv góð úrslit seinastu mongu árini, og higartil í ár liggja fleiri bátar væl fyri í oddinum. Skjótt fara rógvararnir at fáa munandi betri umstøður enn í verandi neystið, ið eftir ætlan skal takast niður fyri at geva pláss fyri ætlaða húsarhaldsskúlanum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2022

30 Leygardagur 18. juni 2022

Heini Gaard nýggjur mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu

Hann hevur seinastu nógvu árini arbeitt í Kringvarpinum, men eftir summarfrítíðina byrjar hann í starvi hjá høvuðsstaðarkommununi

Frá vinstru Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, Heini Gaard, mentamálaleiðari, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tórshavnar kommuna hevur sett Heina Gaard í starvið sum mentamálaleiðari. Heini Gaard er útbúgvin cand.mag. í søgu við hjágrein í films- og fjølmiðlafrøði. 

Umframt drúgvar royndir sum journalistur og redaktørur, hevur hann eisini verið deildarleiðari á aktuelt-deildini í Kringvarpi Føroya.

[object Object]Heini Gaard var eitt skifti vertur í Degi og viku (Skíggjamynd: KVF)

Mentamáladeildin er deild í trivnaðarfyrisitingini. Virkisøkið hjá mentamáladeildini er útbúgving, sum fevnir um kommunalu fólkaskúlarnar, Musikkskúlan og Kvøldskúlan, og mentan og frítíð, sum fevnir um Býarbókasavnið og Býarsavnið, mentanarhøli í miðbýnum, Svimjihøllina og Ítróttaanlegg.

Harumframt umsitur deildin stuðulsskipanir innan mentan og ítrótt. Samlaða rakstrarjáttanin til hesi øki er umleið 120 milliónir krónur. Heini Gaard byrjar í starvinum eftir summarfrítíðina.

Hann tekur yvir eftir Sigurð Ó Vang, sum fyrr í ár byrjai í starvi sum deildarleiðari fyri verkætlanardeildina hjá Landsverki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2022

31 Leygardagur 18. juni 2022

HVT skal byggja frítíðarstovu og ungdómshús til strandingar

Barnagarðsstovurnar eru fullar og tey í skúlabólkinum fara tí at halda til í frítíðarstovuni

Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu og Regin Petersen, stjóri í HVT (Mynd: Sjovar.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sjóvar kommuna hevur skrivað undir sáttmála við P/F Húsavarðartænastan, um bygging av einari frítíðarstovu til Sjóvar kommunu. 

Tað skrivar kommunan á heimasíðuni. Eisini er ætlanin, at hølini skulu verða karmur um ungdómsvirksemi hjá Sjóvar kommunu. Bygningurin verður hitaður við jarðhita.

Sáttmálin bleiv undirskrivaður av Regin Petersen, stjóra í HVT, og Artur Johansen, borgarstjóra í Sjóvar kommunu.

Sáttmálaupphæddin er góðar 6,4 milliónir krónur fyri umleið 300 fermetrar.

Orsøkin til íløguna er, at fólkatalið í kommununi økist altsamt, og tað ger tørvurin á tilboðum til børn og ung eisini. 

- Í september 2019 lótu vit 3 nýggjar vøggustovur upp, og mettu vit tá, at tað ikki fór at vera neyðugt at byggja út á barnaøkinum eina rúma tíð, men longu nú, minni enn 3 ár seinni, er barnatalið vaksið somikið, at tørvur er á at víðka um fermetrarnar og at gera umstøðurnar betri hjá teimum elstu børnunum, sigur Sjóvar kommuna.

Barnagarðsstovurnar á Lítlafløtti eru fullar, og  tí verður tilboðið í skúlabólkinum skipað í nýggju frítíðarstovuni.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2022

32 Leygardagur 18. juni 2022

Arbeiðið væntandi liðugt í august ella september

Arbeiðið at gera nýggja bátahylin í Álakeri verður væntandi liðugt um nakrar fáar mánaðir, sigur formaðurin í havnanevndini hjá Tórshavnar býráð

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Arbeiðið at gera nýggja bátahylin í Álakeri verður væntandi liðugt um mánaðarskiftið august/september.

Tað sigur Kári Johansen, formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar býráð.

– Vit hava ikki heilt sett dato á enn, men væntandi verður tað tá, sigur hann við Portalin

Í nýggja bátahylinum í Álakeri verða pláss fyri 230 bátum, og verður havnin skipað við flótibrúgvum. 

Økið á landi verður víðkað við 2.000 fermetrum, og brúgvar og bátabummar vera av sama slagi, sum nýggjasta brúgvin á Skálatrøð.

Niðanfyri síggjast myndir, sum Birgir Waag Høgnesen tók í vikuni:

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2022

33 Leygardagur 18. juni 2022

Nýggjur bóklingur til ferðavinnuna um føroysku kirkjurnar

Bóklingurin, ið er framleiddur í tøttum samstarvi við Fólkakirkjuna og kunningarstovurnar, greiður lesaranum frá føroysku kirkjusøguni og teirri serstøðu, kirkjan og kristindómur hevur havt fyri føroyska samfelagið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Visit Faroe Islands hevur latið úr hondum nýggjan bókling um føroysku kirkjurnar. Við orðum og vøkrum myndum verða kirkjurnar kring landið lýstar.

Bóklingurin, ið er framleiddur í tøttum samstarvi við Fólkakirkjuna og kunningarstovurnar, greiður lesaranum frá føroysku kirkjusøguni og teirri serstøðu, kirkjan og kristindómur hevur havt fyri føroyska samfelagið.

Endamálið við bóklinginum er at seta sjóneykuna á føroysku kirkjuna sum stað, sum er vert at vitja, og at gera tað lættari hjá vitjandi, útlendskum eins og føroyskum, at fáa innlit í kirkjurnar og teirra søgu. Eisini verður víst á siðvenju og hvussu tú bert teg virðiliga at í kirkjunum.

[object Object]

Umframt yvirskipaðar lýsingar um trúgv, byggilist o.a., verða ellivu útvaldar kirkjur í Føroyum lýstar nærri. Hesar ellivu eru valdar, tí tær hava fastar upplatingartíðir. Bóklingurin er nevniliga ein roynd at gera kirkjurnar meiri atkomiligar. Í bóklinginum er eisini eitt kort, ið vísir, hvar allar 62 kirkjurnar í Føroyum eru.

Endamálið við bóklinginum er sostatt bæði at fáa søgurnar um kirkjur og trúgv meiri fram í ljósið, men eisini at breiðka úrvalið av tilboðum og upplivingum, sum eru atkomilig í Føroyum, ikki minst mentanarligum upplivingum, ið eru tøkar alt árið.

Bóklingurin, ið er framleiddur í føroyskari og enskari útgávu, er ókeypis og verður at finna á kunningarstovum og aðrastaðni, har nógv fólk vitja.

Til ber eisini at fáa prentað eintøk við at venda sær til Visit Faroe Islands

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2022

34 Leygardagur 18. juni 2022

Tóra Djurhuus vart ph.d. á Københavns Universitet

Ritgerðin kannar hvussu, og í hvønn mun, endurminningin um bretska heimsveldið hevur ávirkað bretska euroskepsis og hvussu hetta kom fram undir Brexit atkvøðuni í 2016

(Mynd: Gransking.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin 3. juni vardi Tóra Djurhuus ph.d.-ritgerð sína um bretska euroskepsis og endurminningina um heimsveldið á Københavns Universitet.

Ritgerðin er tvørvísindalig og sameinir hugtøk og teori frá ymiskum akademiskum økjum so sum memory theory, British Euroscepticism, national identity og narrative discourse analysis.

Hesi verða øll nýtt í eini nágreiniligari analysu av gjølla útvaldum euroskeptiskum keldum.

Ritgerðin kannar hvussu, og í hvønn mun, endurminningin um bretska heimsveldið hevur ávirkað bretska euroskepsis og hvussu hetta kom fram undir Brexit atkvøðuni í 2016. Ritgerðin kemur til tað niðurstøðu, at bretska heimsveldið ofta varð nýtt sum grundgeving ímóti evropiska samstarvinum í 1960num og 70unum, men at hesar grundgevingar hvurvu eftir fólkaatkvøðuna í 1975. Tað var ikki fyrrenn eftir at David Cameron lovaði eina nýggja fólkaatkvøðu í 2013, at bretskir euroskeptikarar aftur byrjaðu at nýta endurminningina um heimsveldið. Tó kom hendan nútíðar útleggingin av heimsveldinum einamest til orða ígjøgnum tilvísingar til altjóða sambond og altjóða fríhandil.

Verjan gekk sera væl. Tóra Djurhuus fekk nógv rós fyri bæði framløguna og sjálva ritgerðina, ið varð mett at hava stóran empiriskan týdning fyri framtíðar gransking í bretskari uvroskepsis og Brexit.

Tóra Djurhuus hevur verið innskrivað á Institut for Engelsk, Germansk og Romansk á Københavns Universitet.

Vegleiðarar hava verið Sara Dybris McQuaid, lektari á Aarhus Universitet, Astrid Rasch, lektari á Norwegian University of Science and Technology, og Stuart James Ward, professari á Københavns Universitet.

Í metingarnevndini vóru Peter Leese, lektari á Københavns Universitet, formaður, Mark Eaton, lektari á Aarhus Universitet, og Elizabeth Buettner, professari á University of Amsterdam. Robert Rix, lektari á Københavns Universitet, leiddi verjuna.

Heitið á ritgerðini er: “The Legacy of the Past in Brexit Britain - A study of the influence of the cultural memory of empire on British Euroscepticism”.

Tóra Djurhuus arbeiðir nú sum fulltrúi á Sendistovu Føroya í London

Kelda: Granskingarráðið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2022

35 Leygardagur 18. juni 2022

Fróðskapur givið út "Verjurøða ummælarans"

Talan er um eina ph.d.-ritgerð eftir Paulu Gaard um føroysk bókaummæli í tíðarskeiðnum 1997-2007

Paula Gaard, ph.d. og adjunktur á Føroyamálsdeildini er aktuell við bókaútgávu (Foto: Brynhild Thomsen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fróðskapur hevur givið út bókina Verjurøða ummælarans eftir Paulu Gaard, sum er ph.d.-ritgerð um føroysk bókmentaummæli í tíðarskeiðinum 1997-2007

"Verjurøða ummælarans" viðger ummæli av føroyskum føgrum bókmentum, sum eru skrivað í føroysk bløð og tíðarrit. Heitið vísir til ta verjustøðu, sum ummælarin ofta er í, tí hann av rithøvundum verður hildin at misskilja ella mistulka skaldskap. Samstundis skal ummælarin standa til svars fyri dómar, hann fellir um skaldskap í sínari egnu samtíð, av rithøvundum, hann kann rokna við at møta aftur í ymiskum samanhangum í sínum privata gerandisdegi.

Harumframt hava nógvar røddir verið frammi seinnu árini um, at ummælini eru í einari trongari støðu vegna broytta miðlastøðu og broyttar valdskipanir í samfelagnum. Heitið vísir eisini til sjálva ritgerðina sum eina verjurøðu fyri ummælarans virksemi. Farið verður nevniliga til verka út frá teirri grundleggjandi fatan, at ummælið er týdningarmikið tekstslag, og at ummælarin hevur stórt vald í bókmentastovninum, tí hann er við til at seta dagsskránna, tá tað kemur til at virðismeta bókmentir.

Paula Gaard var ph.d.-lesandi á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya árini 2016-2019, og ritgerðin varð vard á vári 2021. Paula Gaard bleiv herfyri sett í starv sum adjunktur á Føroyamálsdeildini.

[object Object]

Janusfigururin á permuni er úr málningi hjá Bárði Dal Christiansen. Eyðun Müller Thomsen hevur gjørt permuna og Føroyaprent hevur sett upp og prentað bókina. Bókin er 483 síður

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2022

36 Leygardagur 18. juni 2022

Lokið fyrsta og annað stig í føroyskum sum annaðmál

Hátíðarløta var á skúlanum í Sørvági mikudagin, har tíggju tilflytarakvinnur fingu handað prógv

(Mynd: Tórshavnar Kvøldskúli)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mikudagin var hátíðarløta í skúlanum í Sørvági, tá tíggju tilflytarakvinnur í Vágum fingu prógv handað fyri at hava lokið annað stig í føroyskum sum annaðmál. Fyrsta stigið var lokið fyrr í hesum árinum.

Tær tíggju kvinnurnar, sum allar búgva í Vágum, eru úr sjey ymsum londum – Meksiko, Venesuela, Peru, Tailandi, Filipsoyggjum, Fraklandi og Serbia.

Undirvísari hevur verið Petra Olsen.

Talan er um fyrsta flokkin í Vágum, sum hevur lokið fyrsta og annað stig, eftir at avtala varð gjørd millum Tórshavnar Kvøldskúla og kommunurnar í Vágum í september í fjør um undirvísing fyri tilflytarar, skrivar Tórshavnar Kvøldskúli á Facebook.

Samstarvið er liður í eini størri heildarætlan um sameining, integratión. Endamálið er at fáa tilflytarar at trívast og kenna seg sum javnsettar partar í føroyska samfelagnum. Í hesari stremban er føroyska málið týðandi og púra avgerandi liður, og tí fegnast Kvøldskúlin um at kunna veita tilflytarum henda møguleikan at ogna sær førleikar í føroyskum, sigur Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari í Tórshavnar Kvøldskúla.

– Tað hevur stóran týdning at duga málið, tí tað er lykilin til væleydnaða integratión. Tí er tað umráðandi, at vit læra frá okkum við hollari undirvísing, men eisini tosa so nógv føroyskt sum gjørligt við tilflytararnar. Tað er vegurin fram at læra málið, sigur hann.

Føroyskt sum annaðmál er skipað í tøttum samstarvi millum Tórshavnar Kvøldskúla, Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið. Undirvísingin er skipað í trimum sigum eftir evropeiska CEFR-stiganum. Tað merkir í stuttum, at útbúgvingin er førleikamennandi og gevur atgongd til víðari lestur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2022

37 Leygardagur 18. juni 2022

Vátur men væleydnaður countryfestivalur

Tað var tann góði hýrurin, sum sermerkti countryfestivalin í Sørvági í ár

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast regnið meyg niður til tíðir – serliga fríggjakvøldið – so var tað nøgdsemi, ið eyknendi størsta partin av fólkinum, sum vitjaði Dungasand og Stakkan hesar báðar dagarnar farna vikuskiftið.

Nøgdsemi um at kunna hittast aftur til góðar tónar eftir tvey ára frástøðu, men eisini nøgdsemið yvir tann góða tónleikin, sum var at hoyra.

Tann, ið skrivar hesar reglur var ikki í Sørvági fríggjakvøldið, og kann tí ikki siga hvussu tað var at hoyra eitt nú Heater Myles og Tinganest, ið mugu metast sum høvuðsnøvnini ta fyrra kvøldið.

Men tað var týðuligt, at fólk høvdu trongd at fortelja einum, hvussu væl eydnað fríggjakvøldið var – hóast tað regnaði, illa.

[object Object]

[object Object]

Leygarkvøldið byrjaði við betri veðri. Ja, tað var av allar besta festivalveðri, tá Magni Christiansen og Herborg Torkilsdóttir høvdu sínar væl eydnaðu og væl vitjaðu konsertir á Stakkanum.

Hetta hugnaliga staðið miðskeiðis í Sørvági er ein fongur fyri festivalin. Pallurin er sera væl egnaður til endamálið, her er hugnaligt á ein heilt serligan sørvágskan hátt, og yvirhøvur eitt væleydnað projekt, kanska burtursæð frá trappunum niðan á økið framman fyri pallin. Tær hóska ikki til rættiliga festivaltroðkan, og tí var ein fyribils girðing sett á henda hálvsirkulin – nakað, ið virkaði sum eitt miseydnað átak, men helst neyðugt.

[object Object]

[object Object]

Eftir tvær konsertir á Stakkanum við góðveðri, fór at regna av grimd, júst sum høvuðsnavnið á festivalinum, The Bellamy Brothers, slóu fyrstu akkordirnar til sína perlurøð av kendum, góðum og festligum sangum, sum tey flestu kundu syngja við til.

Men hóast økið framman fyri pallin umskaptist til eitt satt vátlendi, har áskoðararnir máttu leita sær til tey hægst liggjandi støðini at standa á, so órógvaði hetta ikki góða lagið framman fyri syngjandi brøðurnar og teirra sera vælspælandi orkestur.

Tey, sum vildu dansa – og tað eru tað altíð nógv, sum vilja í Sørvági – máttu so leita sær til tey støðini, har vatnið stóð hægst, tí har var pláss til tær formssjónir, ið eru neyðugar til at dansa line- ella square- ella hvat tað nú eitur. Men tað løgdu tey einki í. Er man fyrst blivin vátur, og lagið er gott, so blívur man ikki vátari enn tað sama.

[object Object]

Sigast skal, at tað eisini vóru løtur við góðum turrveðri undir konsertini hjá Bellamy brøðrunum.

Sama var galdandi, tá Hallur Joensen saman við dóttrini Jessicu og sínum vælleikandi ljómliðið yvirtók pallin um hálvgun eitt tíðina. Ímillum tær báðar konsertirnar hevði vælsynguandi og -upplagdi vágbingurin, Hans Jacob Hjelm, undirhildið á Stakka við sínum væl dámdu sangum. Spell, at hann ikki vil ”investera” í eitt heilt orkestur at spæla undir hjá sær til slík høvi. At hoyra undanprogrammeraðar trummur og bass er strævið, tá tað annars er live-tónleikur, ið er galdandi fyri tær flestu framførslurnar.

[object Object]

Samanumtikið eitt sera væl eydnað kvøld í Sørvági, nú Sørvágs country og bluesfestivalur varð tikin uppaftur.

Eitt vónbrot var tó, at tað ikki lukkaðist at hoyra Bellamy brøðrurnar syngja ”Send me a Letter, Amanda” saman við Halli Joensen. Hevði avgjørt roknað við, at Hallur fór at vera bjóðaður upp á pallin hjá Bellamy’s, ella – umvent – at brøðurnir bíðaðu eina løtu, so teir kundu koma upp meðan Hallur framførdi. Men so var ikki, og tað var eitt vónbrot.

Og so kann eg ikki lata vera við – enn eina ferð – at gera vart við programleggingina. At bíða við at tónleikurin skal byrja til klokkan 20 leygarkvøld og klokkan 21 fríggjakvøld, er óskiljandi. Tá hevur tað í veruleikanum onki við ein ”festival” at gera, at tað skal bíðast til myrkrið er fallið á.

Undarligt, at tónleikurin ikki kann byrjað fyrr á kvøldið. Løgið at ein festivalur, ið verður hildin millum hús sleppur at byrja ta seinastu konsertina klokkan 02.

Fleiri myndir frá leygarkvøldinum



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2022

38 Leygardagur 18. juni 2022

Nú kemur Disney+ til Føroya

Stroymingartænastan Disney+ verður frá í morgin tøk í nógvum ymiskum londum og landaøkjum. Eitt nú í Føroyum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

14. juni var er ein stórur dagur hjá teimum, sum hava longst eftir nógva tilfarinum hjá Disney-samtakinum. Tá varð stroymingartænastan Disney+ nevniliga tøk í Føroyum.

Tað var fyrr í ár, at Disney kunngjørdi, at stroymingartænastan fór at gerast tøk í 42 londum og økjum í summar, har í millum í Føroyum.

Sostatt sleppa films-svangir føroyingar at blaða runt í nógva tilfarinum, sum umframt Disney eisini umfatar filmar og tilfar frá Pixar, Marvel og Star Wars.

Kostnaðurin fyri eitt hald hjá Disney+ er 79 krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2022

39 Leygardagur 18. juni 2022

Summarkvøld við Toftavatn

Týskvøldið 21. juni kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.

Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði.

Í ár hugleiðir Torleif Johannesen, og Steintór Ramussen og Pætur við Keldu framføra.

Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis, skrivar Nes kommuna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2022

40 Leygardagur 18. juni 2022

Hóast stórsigur: Eurovision verður ikki í Ukraina næsta ár

Vinnaralandið er vanliga vertur árið eftir, men soleiðis verður ikki hesaferð

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vanligt er, at vinnarlandið í Eurovison skipar fyri stóru kappingini árið eftir. Soleiðis verður ikki í ár.

Ukrainska Kalush Orchestra vann í stórum stíli kappingina við 631 stigum, men nú boðar felagsskapurin hjá Eurovision, EBU, frá, at kappingin næsta ár ikki verður hildin í Ukraina. Orsøkin er russiska innrásin.

EBU fer nú í holt við at samráðast við bretska BBC um møguliga at skipa fyri Euruovison í 2023 ístaðin fyri Ukraina. Tað verður gjørt, tí Stórabretland endaði á øðrum plássi í Eurovision-finaluni.

Ukraina hevur áður skipað fyri Eurovision. Tað var í 2005 og í 2017.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2022

41 Leygardagur 18. juni 2022

Mest sædda Netflix-røðin aftur við nýggjari sesong

Amerikanska stroymingartænastan boðar frá, at nýggir partar verða gjørdir av suðurkoreansku røðini "Squid Game"

(Savnsmynd: Ritzau)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Vælumtókta suðurkoreanska Netflix-røðin "Squid Game" verður aftur við einari nýggjari sesong.

Hwang Dong-hyuk, framleiðari av røðini hevur áður boðað frá, at arbeitt varð við einari sesong tvey, og í vikuni váttaði Netflix so hetta á sosiala miðlinum Twitter.

"Squid Game", sum er mest sædda Netflix-røðin yvirhøvur snýr seg um nøkur fólk, sum skulu kappast í vandamiklum spølum fyri at sleppa av við sínari skuld. 

"Squid game" gjørdist tøkt í september í fjør, og 12 dagar seinni var røðin blivin tann mest sædda hjá Netflix yvirhøvur, skrivar Ritzau.

Teir fyrstu 28 dagarnar stroymdu fólk tilsamans 1,65 milliardir tímar av "Squid Game". Har varð metið hjá fyrstu sesong av røðini "Bridgerton" væl og virðiliga sligið. Teir fyrstu 28 dagarnar eftir, at "Bridgerton" gjørdist tøk á Netflix, vórðu tilsamans 625 milliónir tímar av røðini stroymdir.

Suðurkoreanska røðin hevur eisini vunnið eina Golden Globe-virðisløn umframt fleiri virðislønir á Screen Actors Guild Awards í februar.

Enn er ikki almannakunngjørt, nær hyggjarar kunnu vænta at síggja nýggjar partar av "Squid Game", men boðað verður frá, at høvuðsleikluturin, Seong Gi-hun verður aftur at síggja.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2022

42 Leygardagur 18. juni 2022

Svøríki: Yvir 30 persónar skotnir til deyðis higartil í ár

Í tíðarskeiðnum januar til mai vórðu yvir 30 persónar skotnir til deyðis í Svøríki – metið fyri eitt ár, sum varð sett í 2020, er 47, og væntast meira harðskapur nú í summar

Løgreglan í svenska býnum Malmö (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Teir fyrstu fimm mánaðirnar av hesum árinum vórðu yvir 30 persónar skotnir til deyðis í Svøríki.

Tað er væl meira enn seinastu árini, har í miðal 17 persónar vórðu skotnir í sama tíðarskeiði. Í 2020 varð met sett, tá 47 persónar vórðu skotnir til deyðis í Svøríki, og í 2021 var talið somuleiðis 47.

Nú summarið er komið, væntast meira harðskapur. Seinastu árini hava verið fleiri skottilburðir í tíðarskeiðnum juni – september enn í undanfarnu mánaðunum.

Boðað verður eisini frá fleiri álvarsamum stríðum, har vandin fyri deyðiligum harðskapi verður mettur at vera stórur, skrivar Ritzau.

Í Svøríki búgva 10,35 milliónir fólk. Til samanberingar kann nevnast, at í Danmark, sum bert hevur 5,83 milliónir íbúgvar, vórðu átta persónar skotnir til deyðis í fjør.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2022

43 Leygardagur 18. juni 2022

Trump sýtti fyri at góðtaka veruleikan

Í næstu hoyringini av álopinum á Kongressina 6. januar 2021 gjørdi táverandi løgmálaráðharrin greitt, at hann og onnur nær Trump høvdu gjørt honum prúra greitt, at einki hald var í pástandunum um svik. Men hann lurtaði heldur eftir einum dýrandi fullum Giuliani, ið bað hann siga, at hann hevði vunnið valið

Persónligi sakførarin hjá Donald Trump, Rudy Giuliani, var dýrandi fullur, tá hann mælti Trump til at kunngera, at hann hevði vunnið valið, og vísti valúrslitið nakað annað, so var tað svik og valið varð stolið fram honum, segði løgmálaráðharrin hjá Trump, Bill Barr undir 2. hoyringini
SkrivaÐ:

Jan Müller

Fyrrverandi løgmálaráðharrin undir Donald Trump seinastu tíðina í Hvítu Húsunum, William (eisini nevndur Bill) Barr, varð høvuðsvitni undir 2. hoyringini av álopinum á Kongressina 6. januar 2021, mánadagin.

Í upptøkum, sum vórðu gjørdar undan hoyringini, legði Bill Barr ikki fingrarnar ímillum og gjørdi greitt, at allar útsøgnirnar hjá Trump og nøkrum fáum av hansara sakførarum um at svik við atkvøðunum, vórðu púra burturvið og høvdu einki við veruleikan at gera. 

[object Object]Bill Barr, løgmálaráðharri seinastu tíðina undir Donald Trump, noktaði fyri at gera eftir boðunum frá Trump at endurskoða valúrslitið og segði, at forsetin hevði fullkomiliga mist jørðforbindilsið, tá hann tosaði um valsvik. Hóast flestu av hansara næstu ráðgevum bóðu hann góðtaka sigurin hjá Biden, so valdi hann heldur at lurta eftir sínum fulla sakførara 

Hóast næstu medarbeiðarar forsetans aftur og aftur søgdu Trump frá, at einki svik varð í sambandi við valið, og at Biden hevði vunnið á lógligan hátt, so valdi hann heldur at lurta eftir sínum persónliga sakførara, einum dýrandi fullum Rudy Giuliani, sum sambart hoyringini, mælti Trump til at fara út til almenningin, longu áðrenn allar atkvøðurnar vóru taldar og kunngera, at hann hevði vunnið valið, og vístu tølini nakað annað, so merkti tað, at valsigurin varð stolin frá honum.

[object Object] 

Barr brúkti orðini, sum eru høvuðsyvirskrift í nærum øllum miðlum í heiminum, sum umrøða hoyringina, at “he has become detached from reality”, Trump vildi rætt og slætt ikki vita av veruleikanum. Barr segði, at ørvitisákærur í sambandi við misbrúktar elektroniskar atkvøðumaskinur, pástandir um at stýrið í Venzuela stóð aftanfyri royndirnar at stjala valið og aðrar konspiratiónsteoriir vóru vitleysar og einki minni enn ørskapur. 

Vendingar hann brúkti í sambandi við úttalilsini hjá Trump valnáttina vóru: “Bullshit, Nonsens, Crazy stof.”

Sambært Bill Barr hevði Trump, hóast flest øll kring hann góvu honum ráð um at góðtaka valúrslitið,  als ongan áhuga fyri at vita, hvat veruliga hendi. Barr var ein av teimum fáu av ráðharrunum hjá Trump, sum segði seg úr starvinum, tá Trump kravdi, at hann og hansara løgmálaráð skuldu kanna, hvussu valúrslitið var stolið. Hansara arbeiði var  rætt og slætt ikki at taka ímóti kravboðum frá forsetanum. 

[object Object]Eitt av starvsfólkunum hjá Fox News, sum var partur av hoyringini, helt fast um, at Biden hevði vunnið Arizona, hóast Trump royndi at afturkalla tíðindini 

Tað gjørdi ikki støðuna betri fyri Trump, tá sjónvarpsrásin, sum annars stuðlaði Trump, Fox News, sum tann fyrsta í USA, kunngjørdi, at Biden hevði vunnið týðandi statin  Arizona. Tað fekk øði í Trump, sum fekk sonin at ringja til eigaran av Fox News og krevja, at hesi tíðindi vóru gjørd ógyldug. Maðurin aftanfyri útsøgnina á Fox News var partur av hoyringini og gjørdi greitt, at tølini vóru røtt. 

Tað kom eisini fram undir hoyringini, at Trump sum enn eina roynd at fáa valúrslitið ógyldað, royndi at seta sakførara í løgmálaráðnum til løgmálaráðharra, sum longu hevði gjørt eina ætlan fyri, hvussu hann sum løgmálaráðharri kundi leggja seg út í valúrslitið til fyrimunar fyri Trump, eftir at Bill Barr hevði lagt frá sær.  Hesum kundu fleiri vitni  vátta og kom fram, at tað fór at vera uppreistur í løgmálaráðnum, um maðurin hjá Trump, sum var mettur óegnaður til høga sessin, varð valdur til ráðharra.

Tá henda royndin eisini miseydnaðist, gjørdi Trump av at halda søguligu røðuna uttan fyri Hvítu Húsini, har hann heitti á sínar stuðlar at koma til Washington og forða fyri, at valúrslitið varð góðtikið í Kongressini. Og ta søguna hava vit hoyrt aftur og aftur, nevniliga, at tað eydnaðist ikki Trump at sannføra sín varaforseta, Mike Pence, at sýta fyri at góðkenna valúrslitið. 

Her eitt av úttalilsunum hjá Bill Barr undir samrøðunum við kanningarnevndina:

“I was somewhat demoralized because I thought, ‘Boy, if he really believes this stuff, he has … become detached from reality. On the other hand, you know, when I went into this and would, you know, tell them how crazy some of these allegations were, there was never an indication of interest in what the actual facts were.”

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2022

44 Leygardagur 18. juni 2022

Trump royndi at tvinga Pence til at bróta lógina

Tá tað ikki eydnaðist at fáa løgmálaráðharran at steðga valtilgondini, royndi Trump til fánýtis at fáa varaforsetan at sýta fyri at góðkenna valúrslitið

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Triðja dagin í hoyringini av álopinum á amerikonsku Kongressina 6. januar 2021 vitnaðu fleiri høgtstandandi embætismenn hjá Donald Trump og søgdu, at Trump royndi alt tað hann var mentur fyri  at steðga góðkenningini av valúrslitinum í Kongressini. Tá allar royndir miseydnaðust, tí bæði dómstólar og embætismenn, sum høvdu eftirkannað valúrslitini, søgdu tey vera røtt og lóglig, royndi Donald Trump sum eina ta seinastu royndina at tvinga sín varaforseta, Mike Pence, til at sýta fyri at góðkenna valsigurin hjá Joe Biden.

Hetta hevði varaforsetin heimild til at gera, men hann valdi at gera beint ímóti boðunum frá sínum arbeiðsgevara, Donald Trump, at góðkenna valúrslitið sum rættvíst og lógligt, og harvið varð ruddað slóð fyri Joe Biden at fara í Hvítu Húsini.

Vitni umrøddu tað ógvusliga álopið á Kongressina, eftir at mótmælisfólk og stuðlar hjá Trump, aktaðu boðunum um at leypa á bygningin og harvið seta bæði politikarar og onnur í vanda. Úrslitið av álopinum varð eisini, at fleiri løgreglufólk lótu lív.

Tað var í síðstu løtu, at tað eydnaðist teimum hundraðtals politikarunum, við varaforsetanum Mike Pence á odda, at sleppa til rýmingar og fjala seg í trygdarhølunum undir Kongressini.

Tað var um reppið, at Mike Pence varð tikin av mótmælisfólkunum, sum skýrdu hann svíkjara og róptu við ein munn: “Hangið Mike Pence, hangið Mike Pence”.

Og sambært vitnum, sum vóru saman við Donald Trump ta lægnuløtuna, helt forsetin sjálvur fyri, at tað var eitt gott hugskot at hongja svíkjaran Pence, sum í samfull fýra ár stuðlaði sín forseta í einum og øllum. 

Tað kom eisini fram undir hoyringini, har Pence sjálvur ikki vildi luttaka, at hann undir góðkenningini av Joe Biden sum forseta, helt fyri, at tað var hansara skylda og ábyrgd at halda landsins lógir, og tað var í hesum føri at góðkenna forsetavalið. Hann vildi ikki vita av kravboðunum frá sínum forseta um at kolldøma valúrslitið vegna svik, tí eingi prógv vóru um svik. 

Tað fekk Trump at úttala, at Pence var ein ræðuskítur og ein kloddi. Men varaforsetin lat seg ikki misbrúka ella yvirtala av Trump og stóð við sítt. Harvið var leiðin hjá Biden í Hvítu Húsini endaliga góðkend.

Víst varð eisini á undir hoyringini, at Mike Pence skal hava sagt, tá Trump royndi at sannføra hann um, at svikað varð við uppteljingunum, at um eitt  slíkt mál fór víðari til Hægstarætt, tá hevði Trump tapt so dyggiliga við 9-0 atkvøðum ella við 7-2 atkvøðum.

Næstu menn forsetans hava undir hoyringini úttalað, at tað kendist so sum at Trump hevði útrópt seg sjálvan til bæði ákæra og dómara um somu tíð. 

[object Object]

Fyri mong hevur avgjørda støðan hjá Pence verið kallað fyri “heroic”, nú hann undir so stórum trýsti frá sínum forseta valdi at fylgja lógini heldur enn einum forseta, sum eftir øllum at døma hevði mist jørðforbindilsið.

Hoyringarnar í Kongressini halda fram týsdagin og hósdagin í komandi viku. Og møguliga verður ein hoyring aftrat seinni aftur. Og hon verður helst beint undan miðvalunum í USA í november, skrivar Washington Post. 

Endamálið við hesum hoyringum, sigur formaðurin í kanningarnevndini, er fyrst og fremst at kunna amerikanska almenningin og harnæst løgmálaráðharran, Gerrick Garland, um, hvat veruliga fór fram rundan um álopið á Kongressina, og hvør stóð aftanfyri. Men eitt høvuðsendamálið er at forða fyri, at nakað líknandi kann henda aftur í USA. 

Stórur spenningur er, um úrslitini av hoyringunum fara at verða endavend á borðinum hjá løgmálaráðharranum, sum enn ikki hevur úttalað seg alment um málið, men hevur gjørt greitt, at hann fylgir hoyringunum og fer at taka stig verður tað neyðugt.

Kanningarnevndin hevur sum so ongan myndugleika til at ákæra og enn minni døma Donald Trump fyri roynd at fremja statskvett í egnum landi. Men hennara drúgva arbeiði í meira enn eitt ár og samrøður við meira enn 1000 fólk og túsundatals videoupptøkur kann koma at viga tungt í eini møguligari avgerð hjá løgmálaráðharranum, antin hann skal ákæra Trump fyri lógarbrot og landasvik ella ikki.

Millum flestu republikanarar er eingin ivi um, at Trump er púra ósekur, og at hoyringarnar eru ein herferð móti fyrrverandi forsetanum og Republikanska flokkinum, framd av demokratunum. Hinvegin halda demokratar, at alt bendir á, at Trump var við at fremja kvett og harvið er sekur í einum veruligum brotsverki,  tí mest ógvusliga lógarbrotinum í USA. 

Tað er einki dulsmál, at tað er greiða støðan hjá kanningarnevndini, at Trump framdi ógvuslig lógarbrot, tá hann saman við øðrum royndi at birta uppundir eina kvettroynd, sum hevði við sær fleiri deyðsoffur.

Verður endaliga úrslitið av hoyringunum av slíkum slag, at til ber at fara víðari við málinum og so langt sum at ákæra Trump fyri lógarbrot av ringasta slag, tá er greitt, at málið kann fara at fáa stórar avleiðingar fyri eitt komandi miðval og ikki minst fyri forsetavalið um góð tvey ár.

Higartil eru hundraðtals fólk, sum vórðu við í álopinum á The Capitol og róptu fagnaðarróp fyri Donald Trump og "Hang Mike Pence" longu dømd fongsulsdómar, her m.a. fleiri í víðgongda høgrabólkinum The Proud Boys, sum hava verið fremstu stuðlar hjá Trump.

Tað er stórt tal av amerikanarum, við undantaki av nógvum republikanarum, sum halda, at Trump eigur at koma fyri rættin og verða dømdur fyri kanska størsta brotsverkið av øllum í einum demokratiskum landi: at royna at fremja statskvett. Hetta tí, at tað var hann, sum fyrst gjørdi seg sekan í eini lygn um, at valið varð stolið frá honum og harnæst at brúka somu lygn sum amboð til at birta uppundir øsing millum sínar trúgvastu stuðlar og við álopinum á The Capitol sum úrslit. 

Keldur: BBC, Politiken, DR, NRK, Washington Post, CNN, MSNBC

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2022

45 Leygardagur 18. juni 2022

Carla Sands: Danir hava ikki ráð at koyra bil

Ein Twitter-dagføring hjá fyrrverandi amerikansku sendikvinnuni í Danmark hevur vakt ans

Fyrrverandi amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands sigur, at danir súkkla, tí teir ikki hava ráð at koyra bil (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Danir úr miðalstættinum hava ikki ráð at koyra bil, og noyðast teir tí at súkkla. Tað sigur fyrrverandi amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands í dagføring á Twitter.

Sum viðmerking til innslag hjá CNN um vaksandi prísirnir á brennievni í USA, skrivar Carla Sands soleiðis:

– Eg havi sæð hetta fyrr. Í Danmark hava fólk úr miðalstættinum ikki hava ráð at koyra bil. Tey hava eina súkklu og taka tokið á longum ferðum, skrivaði fyrrverandi sendikvinnan í gjár.

Hon leggur afturat, at fyrrverandi sjaførur hennara plagdi at súkkla ein tíma í kava fyri at koma til arbeiðis.

– Tað er tann framtíðin, sum toymið hjá Biden (Team Biden, red.) vil hava fyri amerikanarar. Er tað tað, tú vilt hava?

Carla Sands, ið er 61 ára gomul, var sendikvinna í Danmark frá 2017 til 2021, meðan Donald Trump var forseti. Meðan hon var sendikvinna vitjaði hon m.a. eisini í Føroyum.

Útsøgnin hjá fyrrverandi sendikvinnuni hevur fingið fleiri kendar danir, m.a. fleiri politikarar, at svara aftur á Twitter.

Millum teirra er fyrrverandi danski ráðharrin í samferðslumálum, Benny Engelbrecht.

– Sum fyrrverandi samferðslumálaráðharri kann eg vissa teg um, at tað at brúka súkklu at ferðast við í býnum er eitt val og ikki ein spurningur um fígging fyri flestar danir.

Hann vísir á, at hann sjálvur hevur brúkt súkklu, meðan hann var ráðharri, og leggur hann afturat, at hann hevði ráð til bil.

Danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke leggur Carlu Sands undir tilvitað at spjaða falstíðindi um Danmark.

– Tað at okkum dámar væl at súkkla, sum er sunnt og gott fyri umhvørvi og veðurlag verður til "miðalstætturin hevur ikki ráð at koyra bil í Danmark". Eg nokti at trúgva, at hon ikki veit betur, sigur hann.

Fyrrverandi amerikanski sendimaðurin í Danmark og Føroyavinurin Rufus Gifford hevur eisini blandað seg uppí kjakið.

Hann sigur soleiðis í stuttari dagføring á Twitter:

– Fólk blíva við at heita á meg um at svara hesum hjá eftirmanni mínum í Danmark. Tað er ringt at svara nøkrum, tá hvørt einasta orð bókstavliga er ósatt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2022

46 Leygardagur 18. juni 2022

Hans Ø verður býtt millum Grønland og Kanada

Semja er fingin í lag um umstríddu oynna Hans Ø sum liggur millum Grønland og Kanada

(Mynd: DR)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tey hava gjørt krav uppá oynna í 50 ár, men nú er semja fingin í lag um Hans Ø - ella Tartupaluk, sum hon eitur á grønlendskum.

Tað skrivar Danmarks Radio. Oyggin er bara 1,3 ferkilometrar í stødd, men hevur elvt til flaggkríggj landana millum.

Kanada, Danmark og Grønland hava gjørt avtaluna um oynna, men eisini eitt maritimt mark uppá 3.882 kilometrar, sum er tað størsta av sínum slag.

Ítøkiliga verður kongaríkið Danmark víðkað við einum sjóøki sum svarar til Jylland, Fyn og Sjælland tilsamans, sigur danska Uttanríkismálaráðið.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2022

47 Leygardagur 18. juni 2022

Skeyt Ronald Reagan – leyslatin eftir 41 ár

John Hinckley, sum í 1981 skeyt táverandi amerikanska forsetan, Ronald Reagan, varð mikudagin leyslatin

John Hinckley Jr. í 2003 (Mynd: AP)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

John Hinckley, sum fyri 41 árum síðani royndi at drepa táverandi amerikanska forsetan, Ronald Reagan, varð í gjár leyslatin.

Ein samveldisdómstólur í Washington D.C. avgjørdi í september í fjør at ógilda treytirnar fyri royndarleyslating hansara, og tann avgerðin er nú komin í gildi.

Hinckley varð fyrst leyslatin frá einum psykiatriskum stovni í 2016, har hann hevði búð í 35 ár. Orsøkin var, at mann ikki longur metti, at hann var ein hóttan fyri sær sjálvum ella øðrum. Síðani hevur hann búð hjá mammu sínari í Virginia, skrivar Ritzau.

Hinckley, sum í dag er 67 ár, skeyt Ronald Reagan framman fyri eitt gistingarhús í amerikanska høvuðsstaðnum 30. mars í 1981. Hol kom á eitt lunga, men hann kom tó skjótt fyri seg aftur.

Tríggir aðrið menn vórðu særdir undir sama álopi, harímillum James Brady, pressuleiðari hjá forsetanum. Hann endaði í rullistóli restina av lívinum.

Hinckley varð ikki revsaður, tí eitt nevningating metti hann hava verið sinnissjúkan ta løtuna, hann skeyt Reagan. Seinni kom fram, at hann m.a. hevði tunglyndi og tvingsilshugsan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2022

48 Leygardagur 18. juni 2022

Pávin biðið um umbering – útsett ferð til Afrika

Orsøkin er, at 85 ára gamli Frans pávi, sum eftir ætlan skuldi vitja Demokratiska Lýðveldið Kongo og Suðursudan fyrst í juli mánað, hevur trupulleikar við knænum og noyðist at sita í koyristóli

Pávin noyðist at sita í rullistóli í meira enn ein mánað (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna hósdag varð boðað frá, at Frans pávi mátti útseta eina ætlaða ferð til Afrika fyrst í juli mánaði.

Orsøkin er, at 85 ára gamli pávin hevur trupulleikar við knænum og noyðist at sita í koyristóli í meira enn ein mánað.

Sunnudagin bað Frans pávi Demokratiska Lýðveldinum Kongo og Suðursudan, sum hann eftir ætlan skuldi vitja, um umbering.

– Tað harmar meg sera nógv, at eg noyddist at útseta hesa ferðina, sum eg framvegis ætli mær at fara á, segði hann í røðu.

– Eg biðji tykkum um at fyrigeva mær hetta. Latum okkum biðja saman um, at eg við hjálp frá Gudi og viðgerð kann koma til tykkara skjótast gjørligt. Vit eru vónrík, segði hann.

Sambært Reuters verður hildið, at talan er um eitt slitið liðband. Men pávin stríðist eisini við iskias. Pávin fær viðgerð, men hann vil ikki undir skurð.

Í røðu sínari ávaraði pávin eisini fólk ímóti at venja seg við kríggið í Ukraina. Vit skulu ikki loyva tíðini at doyva okkara pínu og stúran um tey í Ukraina, segði hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2022

49 Leygardagur 18. juni 2022

Útlendsk oljufeløg leita longu eftir olju og gassi í Føroyum

Tey brúka arbeiðsorku uppá tað, og hyggja eftir data. Tað eru eisini ávís útlit til, at okkurt útlendskt olju- og gassfelag fer at biðja um loyvi til at leita í einum ávísum øki á føroyska landgrunninum longu í heyst, sigur stjórin á Jarðfeingi

Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi: - Oljufeløg hyggja eftir áhugaverdum økjum í føroysku undirgrundini (Mynd Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað er áhugi fyri at leita eftir olju og gassi í føroyskum øki, men hvussu stórur áhugin er ilt at meta. Tað sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi í samrøðu við Útvarpið.

Hann vísir á, at tað hevur verið áhugi fyri føroyska økinum tey seinastu 10 árini,  og hann er ikki minni nú.

- Okkara uppgáva frá landsstýrinum er at selja tað føroyska økið til oljuvinnuna soleiðis, at er nøkur olja og gass í føroysku undirgrundini, so hjálpa vit oljufeløgunum við at finna hana og fara undir at framleiða. Tað gera vit við at samskifta við oljufeløg, sum eru áhugað í føroyska økinum, og tað hava vit gjørt í mong ár, og tað samskiftið er eisini í gongd nú, sigur Jarðfeingisstjórin og heldur fram:

- Vit vita, at tað eru oljufeløg, sum brúka orku uppá at hyggja eftir føroyska økinum og hyggja eftir jarðfrøðini fyri at vita, um tey síggja nakrar líknandi strukturar sum teir vestan fyri Hetland, har tað longu er nógv framleiðsla í gongd. Og Jarðfeingi, sum ger eitt stórt og umfevnandi granskingararbeiði, hjálpir teimum við tí.

[object Object]Nú ein "Open Door" skipan er galdandi fyri leiting á føroyska landgrunninum, kunnu oljufeløg nær tað skal vera søkja um loyvi at leita í ávísum øki innan svørtu strikuna og markið.

- Okkara jarðfrøðingar kenna føroyska jarðfrøði eitt sindur betri enn útlendsku oljujarðfrøðingarnir, so teir kunnu eisini hjálpa teimum við tí, sigur Niels Christian Nolsøe við útvarpið.

Hann leggur aftrat, at veruleikin er tann, at oljufeløg leita longu í føroyskum øki eftir olju og gassi. Tey hyggja og brúka arbeiðsorku uppá tað og hyggja eftir data. Tað eru eisini ávís útlit fyri, at okkurt útlendskt olju- og gassfelag fer at biðja um loyvi til at leita í einum ávísum øki á føroyska landgrunninum.

- Eg veit tó ikki, hvussu stór hesi útlit eru. Tað kann henda nær sum helst, men tað kunnu eisini ganga fleiri ár. Í fyrsta lagið, um nakað hendir á tí økinum, so verður tað longu í heyst sigur stjórin á Jarðfeingi.

Tað byggir hann á, at vesturlendsku stjórnirnar eru áhugaðar í at leita eftir olju og gassi í vesturlendskum øki fyri at fylla út tað tapið, sum minkandi innflutningurin úr Russlandi hevur við sær.

- Eg byggi tað eisini á tað heilt ítøkiliga vit fáast við í løtuni, sigur Niels Christian Nolsøe í samrøðuni við Útvarp Føroya.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2022

50 Leygardagur 18. juni 2022

Danska stjórnin fer at fimmfalda streym frá havvindmyllum í 2030

Havvindmylnulundir eru á breddanum í alsamt fleiri londum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Verður tosað um grøna orkuskiftið um okkara leiðir tvs. kring Norðsjógvin og í Evropa sum heild, so fylla havvindmyllur alsamt meira og meira. Hjá grannunum í bæði Noregi og Bretlandi verður vindorkan raðfest sera ovarliga í grøna orkuskiftinum.

Men eisini longur inni á evropeiska meginlandinum fær orka frá serstakliga havvindmyllum størri og størri raðfesting. Danir, sum munnu vera teir, ið liggja fremst bæði tá talan er um at framleiða vindmyllur og seta tær upp í egnum umhvørvi, ætla nú at økja munandi um streymorku frá havvindmyllum við tilsamans fýra gigawatt aftrat í 2030.  

Í fjør varð størsta havvindmylnulundin í Norðurlondum, Kriegers Flak í Eystursjónum, latin upp til framleiðslu. Tilsamans 72 vindmyllur, ið standa á havbotninum millum Danmark, Svøríki og Týskland, skulu framleiða 600 MW um árið, sum svarar til nýtsluna hjá 600.000 húsarhaldum. Tað er 16 prosent av samlaðu vindorkuframleiðsluni í Danmark. Streymurin frá Kriegers Flak fer gjøgnum kaðalar á havbotninum til bæði Svøríki og Týskland.

Vindmylnulundin liggur 15 til 40 kilometrar frá donsku strondini. Tað tók nærum 10 ár at avgreiða hesa stóru vindorkuverkætlan, hvørs endamál er bæði at framleiða grønan streym og liva upp til veðurlagslógina fram til 2030. 

Nú hava danir so kunngjørt menning av havvindmylnulundum, sum skulu framleiða fimm ferðir so nógvan streym sum verandi vindmyllur í dag framleiða.

- Danmark skal hava nógv meiri havvind, enn vit hava í dag. Tað skulu vit, tí vit vilja ikki hava gassið hjá Putin, sigur Dan Jørgensen, ráðharri við Finans, sambært DR.

- Vit fara at arbeiða breitt og koma eisini at framleiða meira vindorku á landi. Men havvindur er ómetaliga týdningarmikil, tí hann er tað slagið av varandi orku, sum er støðug og hvørs prísur er lækkandi, orsakað av tøkniligu menningini sigur Dan Jørgensen. 

[object Object]

Frammandan hesi seinastu avgerðini hjá stjórnini hevur hon tikið stig til at útbyggja havvind til at vaksa um streymframleiðsluna úr 2,3 gigawattum til 8,9 gigawatt í 2030. Hetta nýggjasta málið fer at fimmfalda framleiðsluna í mun til í dag, svarandi til 12,9 gigawat.

Tað svarar til, sambært Veðurlags og orkumálaráðnum, at tað í 2030 verður framleitt streymur frá havvindmyllum til nýtsluna hjá 15 mió. húsarhaldum í Evropa. Tvs. at danska streymframleiðslan frá havvindi verður nógv størri enn nýtslan í Danmark. Tí er ætlanin umframt at selja streym til onnur lond eisini at brúka vindorkuna í framleiðsluni av eitt nú vetni at brúka í sjóvinnuni. 

Donsku útmeldingarnar skapa sum vera man gleði í nærumhvørvinum her ikki minst á Møn og Falster, sum eru næstu grannar á landi til stóru havvindmylnulundina Kriegers Flak. Fyri vinnulívið í økinum koma útsøgnirnar frá stjórnini sera væl við, nú vindmylnuvinnan longu hevur verið við at at skapa 100 nýggj arbeiðspláss í økinum. Her í sambandi við goymslu og uppseting eins og umvæling av mongu havvindmyllunum. Hetta merkist serliga í Klintholm Havn, sum longu virkar sum tænastuhavn fyri havvindmylnulundina. Kring alt Danmark royna havnir nú at bjóða seg fram og gera klárt til eina framtíð sum tænastuveitarar til framtíðar havvindmylnuvinnuna. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2022

51 Leygardagur 18. juni 2022

Mótmæla olju- og gassvirksemi kring Evropa

Fyrrverandi Labourformaðurin, Jeremy Corbyn, var millum fólkini, sum fóru á gøtuna í London at mótmæla nýggjum olju- og gassvirksemi

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hóast heiminum tørvar orku í stóran mun og her eisini olju og gass, og orkuprísirnir eru ovurhøgir m.a. orsakað av stóra orkueftirspurninginum, so halda umhvørvisfólk og -felagsskapir ring alt Evropa fram við at mótmæla øllum nýggjum olju- og gassvirksemi.

Hetta eisini hóast stjórnirnar í londum sum Bretlandi, Týsklandi, Niðurlondum o.ø. londum heita á olju- og gassfeløg um at økja um sítt virksemi fyri at nøkta stóra eftirspurningin.

Nú um dagarnar hava mótmælisgongur verið í fleiri londum eitt nú í London, har mótmælisfólk undir herrópinum “Just Stop Oil”, sum part av víðgongda grøna bólkinum Exstinction Rebellion, hava stoytt reyða máling á stjórnarbygningar í býnum, har tey m.a. mótmæla seinasta loyvinum myndugleikarnir hava latið Shell at útbyggja gasskelduna Jackdaw í Norðsjónum.

Jeremy Corbyn, fyrrverandi formaður í Labour, roynir at sameina kreftir á grøna vinstravonginum í stríðnum móti oljufeløgunum og øllum teimum, sum vilja loyva hesum feløgunum at halda fram við sínum virksemi. 

[object Object]

Upstream skrivar, at útlitini fyri vaksandi  tørv á orku í Evropa og her eisini á olju og gassi, ikki minst eftir russisku innrásina í Ukraina, hava ikki lopið hvøkk á umhvørvisfelagsskapir, sum fyri ein og hvønn prís vilja øllum olju- og gassvirksemi til lívs.

Umhvørvisfólkini vilja við hesum nýggjastu átøkunum minna oljufeløgini á, at tey ætla sær ikki at gevast við stríðnum móti nýggjum olju- og gassvirksemi. 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2022

52 Leygardagur 18. juni 2022

Gamal kenningur leggur árarnar inn

Petrojarl Foinaven var fyrsta oljuskipið, sum byrjaði framleiðslu á Atlantsmótinum eystan fyri føroyska markið. Hetta var í 1997

Petrojarl Foinaven, sum hevur tænt á oljuleiðini Foinaven eystan fyri markið seinastu 25 árini, gevst nú heilt
SkrivaÐ:

Jan Müller

Oljukeldan Foinaven varð funnin fyri 30 árum síðani, í 1992. Hon var fyrsta keldan, sum fór undir framleiðslu vestan fyri Hetland og var eisini hon, sum av álvara fekk oljufeløg til at hyggja longur vestur móti Føroyum, sum so endaði við leiting eftir olju og gassi á føroyska langrunninum frá 2000 til 2014, tá 9 brunnar vórðu boraðir.

[object Object]

[object Object]
Foinaven oljukeldan varð funnin fyri júst 30 árum síðani, sama ár sum Atli Dam, løgmaður og Poul Schluter, forsætisráðharri skrivaðu undir avtaluna um undirgrundina. Hetta sama árið kundi manningin á brúnni á Teistanum síggja ein boripall skamt frá føroyska markinum. Tá varð Foinaven keldan funnin. Hesar báðar hendingar vórðu veruliga byrjanin til føroyska oljuævintýrið 

Nú er framleiðsluskipið Petrojarl Foinaven 25 ár og vorðið so mikið gamalt, at tað gavst við framleiðsluni í fjør, og nú verður skipið so flutt av oljuleiðini til møguliga avrigging ella brúk aðrastaðni. Tað er riva í skrokkinum og harvið trygdarviðurskiftini  umborð, sum eru høvuðsorsøkin til, at BP, sum er fyristøðufelag, hevur gjørt av at sleppa sær av við skipið.

[object Object]

Enn er óvist, hvørjar framtíðar ætlanir BP hevur við  hesi  stóru oljuleiðini á Atlantsmótinum.  Foinaven keldan goymir enn 200 milliónir tunnur av olju og gassi. Higartil hava verið 90 starvsfólk knýtt at framleiðsluni. Nærhendis Foinaven leiðini liggur stóra oljuleiðin Schiehallion, sum nøkur ár herfyri varð nútímansgjørd. Hon er størsta olju- og gassleiðin á bretska landgrunninum og fer at framleiða í mong ár aftrat. 

Framtíðin hjá Foinaven oljuleiðini eystan fyri Føroyar er óviss og skilst, at BP hevur fleiri møguleikar. Antin at fara undir eina heilt nýggja verkætlan við nýggjum skipi ella heilt at gevast. Tá verður so farið undir eina fulla decommissioning ætlan ella avrigging. Fleiri framleiðandi oljuleiðir liggja tætt við Foinaven, m.a. Schiehallion, Loyal, Lancaster og Solan og longur norðuri Clair.

[object Object]
Føroyska fyritøkan Føroya Tele hevur í mong ár veitt samskiftistænastur til fleiri oljuleiðir hjá BP vestan fyri Hetland, eitt nú til Foinaven leiðina. Hesar verða veittar gjøgnum Shefa kaðalin. Fyritøkan veitir eisini tænastur til oljuleiðir í danska partinum av Norðsjónum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2022

53 Leygardagur 18. juni 2022

KÍ trupult lutakast í Champions League

Skulu spæla ímóti norsku meistarunum Bodø/Glimt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður norsk mótstøða hjá KÍ í fyrsta umfari í Champions League.

Hetta er greitt aftaná lutakastið hjá UEFA týsdagin. Mótstøðuliðið er Bodø/Glimt, og tað var eitt av liðunum, man ikki hopaði at fáa.

Leikt verður á útivølli fyrst, og sostatt skal KÍ-hópurin til Noregs fyrst í juli.

Fyrri dysturin verður leiktur 5. ella 6. juli meðan seinni dysturin verður leiktur í Føroyum 12/13. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2022

54 Leygardagur 18. juni 2022

Hvørgin av venjarunum sleppur at sita á síðulinjuni

Mótstøðuliðið hjá KÍ í fyrsta umfari av Champions League, norsku meistararnir Bodø/Glimt, komu heilt til fjórðingsfinalurnar í Conference League fyrr í ár

Mikkjal Thomasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hvørki KÍ ella norsku meistararnir Bodø/Glimt hava teirra vanliga venjara á síðulinjuni, tá liðini hittast í fyrsta undanumfari í Champions League.

KÍ-venjarin fekk, sum kunnugt, leikbann, tá hann á heldur óhepnan hátt gjørdi dómararnar varugar við, at útiliðið dróg tíðina út, tá KÍ tapti móti RFS úr Estlandi.

Tað var í Djúpumýru 15. juli í fjør, at KÍ møtti estiska liðnum. Klaksvíkingar høvdu vunnið fyrra dystin í Jürmala 3-2, og væntanirnar til at KÍ skuldi spæla seg víðari vóru risastórar undan dystinum í Klaksvík eina viku seinni.

Men tað gekk ikki sum ætlað. Estar komu framum tíðliga í dystinum, tó eydnaðist tað Odmar Færø at javna stutt eftir. Men í 25. og 27. minutti skoraðu estar tvær ferðir til støðuna 3-1. Í yvirtíðini av fyrra hálvleiki minkaði Deni Pavlovic til 3-2.

Onki mál kom í øðrum hálvleiki, so tá dysturin varð bríkslaður av, stóð á jøvnum 5-5.

Farið varð í longda leiktíð, og her hendi tað, at estar skoraðu til 4-2 tríggjar minuttir inn í annan hálvleik av umdystinum. Tað vísti seg at vera sigursmálið.

Og tað var í øllum hesum rokinum og spenninginum, at venjarin hjá klaksvíkingum gjørdi vart við sína hugsan á ein slíkan hátt, at dómarin rak Mikkjal Thomasen av vøllinum. Tað er orsøkin, at hann ikki kann vera við til dystirnar í fyrsta umfari av Champions League í ár.

[object Object]Kjetil Knutsen, venjari hjá Bodø/Glimt (Mynd: EPA)

Í hornatøkum við málmansvenjaran

Hjá norska venjaranum var tað ein hending, sum hendi eftir dystarlok, tá Bodø/Glimt hevði vunnið 2-1 í fjórðingsfinaluni móti AS Roma í Conference League 7. apríl í ár.

Kjetil Knutsen, sum norski venjarin eitur, og málmansvenjuarin hjá AS Roma fóru eftir øllum at døma til hendurs í spælaratunnlinum, og Knutsen fekk eisini leikbann teir báðar fyrstu dystirnar hjá Bodø í nýggju kappingini.

Norsku meistararnir Bodø/Glimt kláraðu seg sera væl í Conference League í fjør. Teir kvalifiseraðu seg annars til Champions League, men vórðu útslignir í fyrsta undanumfari, eftir at teir taptu samanlagt 5-2 til polsku meistararnar Legia Warshawa.

Í Conference League vóru tað Valur úr Íslandi, Pristina úr Kosovo og Zalgiris úr Litava, sum stóðu fyri skotum, Bodø vann øll umførini, og spældi seg í bólkaspælið, har liðið møtti AS Roma, Zorya Luhansk úr Ukraina og CAKA Sofia úr Bulgaria. Bodø endaði á øðrum plássi eftir Roma, og kom víðari.

Í fyrsta play off dysti vann Bodø á Celtic úr Skotlandi og í áttandapartsfinaluni vunnu norðmenn á AZ Alkmaar úr Niðurlondum. Tað skuldi tó longd leiktíð til her.

Í fjórðingsfinalunum trekti norska liðið aftur Roma úr Italia. Norðmenn vunnu 2-1 á heimavølli, men í italska høvuðsstaðnum vann liðið hjá Jose Mourinho heili 4-0, og so var tað ævintýrið hjá Bodø/Glimt liðugt.

Í Noregi rokna tey nú við, at meistaraliðið hevur ein betri kjans at spæla seg víðari, nú tað eru meistararnir úr Føroyum, sum standa á hini hálvuni, tá fyrsti dysturin verður bríkslaður í gongd á Aspmyra Stadion í norðurnorska býnum Bodø hin 5. ella 6. juli.

Mikkjal Thomasen, sum kennir norska liðið væl, hevur tó eina heilt aðra ætlan. Við Rás 1 segði hann týsdagin, at KÍ fer á vøllin fyri at sláa norsku meistararnar úr Champions League í ár.

Bodø/Glimt liggur í løtuni á 8. plássi í norsku Eliteserien.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2022

55 Leygardagur 18. juni 2022

Soleiðis spæla HB, Víkingur og B36 í Conference League

HB og Víkingur byrja við heimadysti meðan B36 skal ein túr til Bosnia Herzegovina

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er greitt hvussu silvurvinnararnir, bronsuvinnararnir og steypavinnararnir frá føroysku kappingini í fjør skulu spæla í Europa Conference League.

HB og Víkingur fingu eitt gott lutakast við liðum úr Wales og Gibraltar, meðan lutakastið hjá B36 ikki verður mett at vera líka heppið. Teir hvítu úr Gundadali skulu ein túr til Bosnia Herzegovina.

Dystirnir verða leiktir 7. juli og 14. juli.

HB-Newtown AFC (Wales)
Víkingur-Europa FC (Gribraltar)
FK Borac Banja Luka (Bosnia Herzegovina) - B36


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2022

56 Leygardagur 18. juni 2022

Eitt stig við heim úr Luksemborg

Jóannes Bjartalíð gjørdist dagsins maður og skoraði tvey mál fyri Føroyar, og syrgdi sostatt fyri at dysturin endaði javnt 2-2

Jóannes Bjartalíð (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var júst sum alt var svart og tóktiskt ómøguligt. Vit eru aftanfyri 2-0 tíðliga í seinna hálvleiki, og fáa einki at rigga.

Men uppá tveir minuttir vendi Jóannes Bjartalíð dystinum við tveimum málum, og javnaði fyri Føroyar til 2-2, sum eisini gjørdist úrslitið.

Føroyar komu afturum eftir brotsspark longu eftir 12. minuttir, og aftur fýra minuttir inn í seinna hálvleik. Tá sá svart út, men brádliga fingu føroyingar yvirvág eina løtu, og tað bragdaði við heili tveimum málum.

[object Object](Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

Hetta er fyrstu ferð at Jóannes Bjartalíð er á máltalvuni tá landsliðið spælir. Hann hevur leikt 21 landsdystir fyri Føroyar.

Føroyar hava nú fýra stig eftir fýra dystir, og eru næstaftast í bólkinum. Tískil sær gott út í mun til at halda sær í deild C í Nations League.

Luksemborg - Føroyar 2-2 (1-0)
12' Gerson Rodrigues (br.) 1-0
49' Leandro Barreiro 2-0
57' Jóannes Bjartalíð 2-1
59' Jóannes Bjartalíð 2-2

Turkaland liggur á odda í bólkinum við fullum stigatali, 12 stig, Luksemburg hevur 7, Føryar 4 og Litava hevur onki stig fingið.

[object Object](Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2022

57 Leygardagur 18. juni 2022

Arbeiðssigur móti litavum á Tórsvølli

Vit vunnu 2-1. Føroyar høvdu fleiri góðar møguleikar at økja móti endanum av dystinum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast onki mál kom í øðrum hálvleiki, so gjørdist tað ein intensur hálvleikur við nógvum spennindi.

Litavar høvdu nógv spæl í byrjanini av hálvleikinum og føroyingar fáar møguleikar fram til 66. minutt, tá Håkan Ericsson framdi eina trífalda útskifting. Ari Mohr Jónsson, Sonni Ragnar Nattestad og vanligi liðskiparin Hallur Hansson komu inn fyri Meinhard Olsen, Odmar Færø og málskjúttan Jákup B. Andreasen.

Við útskiftingini kom meira tyngd í føroyska liðið, sum fekk trýst Litava nógv meira og skapt fleiri vandamiklar støður.

Litavar løgdu seg á odda

Føroyska liðið byrjaði annars dystin við einum øgiligum trýsti, og fekk trýst seg fram til fleiri vandamiklar støður, tó uttan at fáa nakran stóran málkjans.

Men trýstið helt bara teir fyrstu knapt fimm minuttirnar, tí so vendi, og tað vóru gulu litavarnir, sum fóru at trýsta við fleiri vandamiklum innleggum inn fyri mál.

Eitt teirra eydnaðist, og liðskiparin hjá Litava, Fedor Cernych fekk sett bóltin í málið.

Í 18. minutti varð Klæmint Andrasson Olsen feldur í málteigunum, og dómarin dømdi brotsspark. Viljormur Davidsen, sum hevur verið brotssparksskjútti hjá landsliðnum í eina tíð, setti bóltin trygt í netið og javnaði.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Ein perla hjá Meinhardi og Jákup B

Eftir betta bylgdist dysturin aftur og fram, og beint fyri hálvleik kom Føroyar á odda, tá Føroyar fingu skapt eitt gott álop, har bólturin endaði hjá Jákupi B. Andreasen, sum skoraði sítt fyrsta mál fyri landsliðið.

Eitt framúr flott mál hjá føroyska liðinum. Tað var dagsins leikari, Meinhard Olsen, sum átti uppspælið til perluna, sum Jákup B. Andreasen setti í neti umvegis vinstru málstong. Eitt sera gott mál at fara til hálvleiks við hjá Føroyska liðnum.

Uppiborin føroyskur sigur

Móti endanum av dystinum, tá eisini Jóan Símun Edmundsson var komin inn fyri Patrik Johannessen, kundu Føroyar fingið bæði eitt og tvey mál afturat. Millum annað hevði Hallur Hansson eina roynd, sum málmaðurin akkurát fekk boksað á stongina og aftur í føvningin.

Men tað kom onki  mál. Føroyar vunnu 2-1 uttan at nakað reytt kort varð givið ella boð vóru send eftir VAR-eftirlitinum.

Ein uppiborin føroyskur sygur, og ein hevði hug at taka synd í litavum, sum nú hava tapt tríggjar dystir á rað greitt. Tað var heilt týðuligt at síggja, at stemningurin á litaviska útskiftingarbeinkinum var alt annað enn góður.

Venjari teirra rópti og skeldaði út uttan at geva ráð og vegleiðing, og kanska var júst tað munurin á liðunum í dag.

Vit rokna við, at stóri spurningurin er, um Valdas Ivanauskas fer at standa á síðulinjuni, tá Litava møtir Turkalandi á útivølli týsdagin.

Føroyar-Litava

06. min 0-1: Fedur Chernykh
20. min 1-1: Viljormur Davidsen (brotsspark)
45. min 2-1: Jákup B. Andreasen 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2022

58 Leygardagur 18. juni 2022

Triðja málið hjá Viljormi – øll upp á brotsspark

Vinstri bakkur á landsliðnum er tryggur av brotssparksblettinum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá Viljormur Davidsen í 19. minutti í dystinum móti Litava á Tórsvølli setti bóltin trygt í kassan frá brotssparksblettinum, var hetta triðja landsliðsmálið hjá vinstra bakki á føroyska liðnum, sum til dagligt spælir í Helsingborg í Svøríki eftir eina langa karrieru í Vejle Boldklub.

Viljormur hevur verið tryggur brotssparksskjútti fyri landsliðið í seinastuni, og hetta var triðja brotssparkið, hann setti í netið.

Viljormur skoraði sítt fyrsta landsdystarmál, tá Føroyar fingu brotsspark í EM-undankappingardystinum móti Rumenia 26. mars 2019. Dysturin varð spældur í Cluj.

Støðan var 3-0 til Rumenia, tá Viljormur skoraði til 3-1. Dysturin endaði 4-1.

Næsta málið hjá Viljormi var fyri einum góðum ári síðani, 7. juni 2021, tá vit høvdu vitjan av Liktinstein í einum vinardysti.

Føroyar vunnu dystin 5-1 og Viljormur skoraði tað fimta málið upp á brotsspark í 79. minutti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2022

59 Leygardagur 18. juni 2022

Todi Jónsson ikki longur venjari hjá NSÍ

Seinasta uppgáva hansara í felagnum hevur verið sum "persónligur venjari" - nú er hann uppsagdur, sambært in.fo

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Todi Jónsson er ikki longur venjari hjá NSÍ.

Hetta visti tíðindaportalurin in.fo at siga í vikuni. Tíðindini eru ikki óvæntað, men eru tó ikki enn váttað av felagnum. Hvørki á heimasíðu ella á Facebook-síðuni hjá NSÍ.

Todi Jónson varð settur sum venjari í felagnum um ársskiftið, men av tí at hann ikki hevði neyðugu pappírinini og prógvini at virka sum venjari í ovastu deildini, hevur tað verið Poul Helgi Jacobsen, sum á pappírinum hevur staðið sum høvuðsvenjari.

Í einum tíðindaskrivi ella kunning, sum formaður felagsins legði á heimasíðu felagsins 20. mai, stendur at lesa, at Todi Jónsson er “persónligur venjari” uttan at koma nærri inn á hvat tað inniber.

Sambært skrivinum eru hinir venjararnir Poul Helgi Jacobsen høvuðsvenjari, Jens Martin Knudsen hjálparvenjari/málmansvenjari, Gudmundur Danielsen fysiskur venjari og, sum sagt, Todi Jónsson, persónligur venjari. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2022

60 Leygardagur 18. juni 2022

Jonas Dal skiftir til FC Midtjylland

Nú missir AB eisini ítróttastjóran

Jonas Dal Andersen kom til Føroya at venja HB - flutti seinni til AB sum ítróttastjóri (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ólavur Waag Høgnesen

Royndin hjá AB at hava ein ítróttarstjóra varð ódrúgv.

Danska stórfelagið FC Midtjylland skrivar á heimasíðu sínari, at Jonas Dal Andersen er partur av einari dubbing av ítróttarliga partinum hjá felagn­um í royndini at røkka málinum um at gerast millum tey bestu 50 feløgini í Evropa.

Jonas Dal skal hava høvuðsábyrgdina av samstarvinum við FC Ebedei, sum er eitt akademi og samstarvsfelag hjá FC Midtjyllandi í Nigeria. Á heimasíðuni verður skrivað, at Jonas Dal hevði stóra ábyrgd í sambandi nigeriansku leikararnar, tá ið hann var partur av venjaratoym­inum árini 2003-2013.

Jonas Dal Andersen kom til Føroya við kappingarársbyrjan í 2021 sum høvuðsvenjari hjá HB. Partarnir skiltust longu síðst í juni, men góðan mánað seinni kunngjørdi AB, at felagið hevði sett 44 ára gamla danan sum ítróttarstjóra.

- Ómøguligt at siga nei til tilboðið

– FC Midtjylland-prosjektið er so stórt, vilt og spennandi, at tað bar ikki til at siga nei takk til tilboðið um starv, sigur Jonas Dal Andersen, sum frá 1. august tekur við starvi í felagnum á jútsku heiðini.

At hann sjálvur hevur bæði spælt og arbeitt í felagnum dró ikki frá, eins lítið og tað, at hann nú kemur nærri familjuni aftur.

Jonas Dal Andersen fer at hava høvuðsábyrgdina av samstarvinum við nigerianska samstarvsfelagið FC Ebedai.

– Nú verður uppgávan at hava meira beinleiðis samband við FC Ebedai, so rekrutteringin haðani kann mennast, og nigeriansku leikararnir gerast uppaftur meira sjónligir í FC Midtjyllandi, sigur fráfarandi ítróttarstjórin.

AB í góðum hondum

Hann vissar um, at nú hann fer, so stendur AB á tryggari grund og er í góðum hondum.

– Mær dámdi væl ætlanina hjá AB-leiðsluni, at áðrenn fimm ár eru farin, so skal AB seta sín dám á føroyskan fótbólt, sigur Jonas Dal, sum er fegin um at hava gjørt avgerandi mun longu.

Hann vísir á, at føroyskir leikarar eru alt ov dýrir, og tí hevur hann staðið fyri at menna ein leist at draga útlendingar til felagið, sum kunnu vera við til at hækka støðið í venjing og dysti.

– AB flutti upp, vit liggja nú nærri Evropa-plássunum enn niðurflyting, og vit hava ment eitt umhvørvi, sum fer at draga føroyingar til sín, sum vilja menna seg sum leikarar, sigur Jonas Dal Andersen.

45 ára gamli danin, sum hevur 45 dagar eftir at gera mun í, heldur, at AB hevur eina góða og óvanliga arbeiðssama leiðslu.

– Eg fari at fylgja gongdini á Argjum og gevi heldur enn gjarna góð ráð, um tey biðja um tað, so teimum nýtist ikki at sletta mítt telefonnummar, sigur Jonas Dal Andersen, sum eisini upplýsir, at eftirmaður hansara er funnin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2022

61 Leygardagur 18. juni 2022

Uros er nú skálamaður

Hvíti búnin verður nú skiftur út við appelsinlitta búnan hjá skálamonnum

Soleiðis sá út á Skála hóskvøldið (Mynd: Uros Stojanov)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Uros Stojanov var ofta á máltalvuni meðan hann spældi við ÍF. Hann kom til Føroya at spæla við fuglfirðingum í 2021, men í fjørsummar valdi hann at royna eydnuna í B36.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Men í B36 hevur ikki hilnast væl, og nú er greitt at hann altso ikki verður at síggja í hvíta búnanum longur.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Uros Stojanov hevur skift til Skála. Tað váttar hann sjálvur á Facebook. Uros vandi longu hóskvøldið eisini við hópinum.

Sunnudagin er botndystur á skránni ímóti B68, og tá verður nýggi áleyparin hjá skálamonnum við. Skála og B68 liggja aftast í deildini við fimm stigum í part.

Dystirnir í Betri Deildini hjá monnum hetta vikuskiftið eru hesir:

Leygardagin 18. juni
Kl. 19: EB/Streymur - Víkingur

Sunnudagin 19. juni
Kl. 15: Skála - B68
Kl. 15: B36 - KÍ
Kl. 15: 07Vestur - AB
Kl. 17: NSÍ - HB

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2022

62 Leygardagur 18. juni 2022

AB tryggjar sær miðvallara úr Middelfart

Matthias Præst verður við í hópinum um vikuskiftið tá AB spælir ímóti 07 Vestur

(Mynd: AB)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

AB hevur skrivað undir við nýggjan leikara til besta liðið. Hann eitur Matthias Præst og kemur til felagið frá danska Middelfart.

Matthias er 21 ára gamal dani, sum hevur spælt ungdómsfótbólt við Vejle. Í 2018 skifti hann til AC Horsens, har hann í 2019 spældi sín fyrsta dyst í donsku Superliguni.

Síðani 2020 hevur Matthias spælt við Middelfart, har hansara tímaglas nú er runnið, sigur AB.

Middelfart flutti niður úr 2. division niður í 3. division, og Matthias hevur valt at koma til Føroya og út á Argir at spæla við AB í Betrideildini.

Matthias Præst spælir mitt á miðuni. Hann verður lýstur sum rennisterkur, hávaksin og hevur góðan tekniskar førleikar.

AB sigur, at Matthias er byrjaður at venja við hópinum og væntast at verða við í hópinum um vikuskiftið til dystin ímóti 07 Vestur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2022

63 Leygardagur 18. juni 2022

Royndir frá bæði Superliguni og italsku B-seriuni

Miðverjin Daniel Obbekjær verður væntandi við hjá 07 Vestur longu sunnudagin

Daniel Obbekjær her saman við høvuðsvenjaranum, Michael Schjønberg
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast hann bert er 19 ára gamal, so hevur nýggi miðverjin hjá 07Vestur royndir bæði í donsku superliguni og í italskum og kanadiskum fótbólti.

Felagsliðið í Vágum boðar nú frá, at tað hevur gjørt sáttmála við 19 ára gamla danan Daniel Obbekjær.

19 ára gamli miðverjinfekk sínar fyrstu minuttir í Superliguni fyri OB sum bert 16 ára gamal. Síðan hevur hann verið útleigaður til SPAL í italsku seriu B áðrenn hann flutti til fremstu deildina í Kanada. Hann hevur eisini umboðað øll tey donsku ungdómslandsliðini frá U16 til U19, skrivar heimasíðan hjá 07Vestur.

07 Vestur skrivar, at Daniel er byrjaður at venja í felagnum, og av tí at flytingargluggin letur upp í dag, so verður roknað við, at hann kann leggja til brots fyri liðið hjá Michael Schjønberg longu sunnudagin, tá 07 Vestur fær vitjan av AB.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2022

64 Leygardagur 18. juni 2022

Danskur vinstri bakkur til 07 Vestur

19 ára gamli Rasmus Juel Knudsen hevur luttikið í venjing hesa vikuna, og verður hann væntandi klárur til dystin móti AB sunnudagin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

07 Vestur hevur verið í Næsby og heintað 19-ára gamla Rasmus Juel Knudsen, sum skal styrkja um verjuna til seinnu hálvu.

Hóast ungan aldur, hevur Rasmus longu nærum tvey heil kappingarár í donsku landskappingini fyri menn. Fyrra árið slóg hann ígjøgnum á besta liðnum hjá Næsby, í donsku 2. deild, og í ár, eftir niðurflyting, í 3. deild.

Rasmus hevur luttikið í venjing hesa vikuna, og verður væntandi klárur til dystin móti AB sunnudagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2022

65 Leygardagur 18. juni 2022

Tveir útlendskir leikarar gevast í 07 Vestur

Nú flytingarvindeyga lat upp, er greitt at Marius Hagen úr Noregi og Mads Winther úr Danmark steðga í 07 Vestur

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú flytingarvindeyga lat upp, er greitt at Marius Hagen úr Noregi og Mads Winther úr Danmark steðga í 07 Vestur.

[object Object](Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

Marius Hagen spældi nakrar dystir í fjør summar, og væntað var at hann kom at gera stóran mun í kappingini í ár. Tíverri hevur hann verið illa darvaður av skaðum, og hevur bert leikt tveir dystir fyri felagið í ár. Semja er um at slíta sáttmálan, og hann er tískil farin heim aftur til Noregs.

Mads Winther bleiv leigaður í SønderjyskE fram til í summar, tá sáttmáli hansara við danska felagið gekk út. Hann spældi nógvar av fyrstu dystunum, men hevur síðan verið darvaður av skaða. Tískil hevur 07 Vestur avgjørt ikki at bjóða honum at halda fram, hóast hann er leysur av sáttmálanum við SønderjyskE.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2022

66 Leygardagur 18. juni 2022

Maria Vinjardsdóttir Johansen skiftir til KÍ

Oddaliðið í kvinnudeildini styrkir seg við leikara úr NSÍ

Maria Vinjardsdóttir Johansen fer framyvir at spæla í bláum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

U19 landsliðsspælarin Maria Vinjardsdóttir Johansen skriftir nú til KÍ kvinnur.

Hon er 17 ár, og hevur annars spælt við NSÍ.

- Maria er ein sera spennandi spælari at fáa í okkara hóp, sigur høvuðsvenjarin Jens Wedeborg.

- Hon er sera pliktuppfyllandi og er fallin sera væl til í okkara venjingar umhvørvið, har hon venur seriøslt og við ágrýtni. Maria er ein tekniskt dunaligur leikari, sum kann spæla á fleiri av teimun offensivu plássunum, so hennara skifti økir um kappingina um plássini.

Maria hevur vant við KÍ seinasta mánaðin, men kundi ikki skifta felag fyrr enn mikudagin, tá flytingarvindeygað lat upp.

- Eg eri sera glað fyri skiftið til KÍ. Genturnar hava tikið sera væl ímótið mær, so eg eri fallin væl til. Eg hevði brúk fyri nýggjum avbjóðingum, og eri glað fyri hendan møguleikan. Fjølbroytni og intensiteturin í venjingunum her, er motiverandi og tað verður gott fyri mína menning. Tað er eisini spennandi við møguleikanum at sleppa við til Champions League í august, endar Maria.

Maria fekk longu sínar fyrstu minnuttir mikukvøldið í 2-1 sigrinum á Víkingi.

KÍ liggur á odda í deildini við 27 stigum fyri 11 dystir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2022

67 Leygardagur 18. juni 2022

Fleiri enn 2.100 næmingar og størsta ár nakrantíð hjá Skúlafótbólti

2.108 næmingar hava spælt fótbólt í blandaðum liðum, gentuliðum og dreingjaliðum til Skúlafótbóltin 2021/2022 – og afturat hesum hevur verið stórt hundrað lið av fylgjarum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hósdagin 16. juni var seinasta umfar í Skúlafótbólti í ár, tá 1. og 2. flokkar høvdu lagt leiðina til Vágs í Marghøllina á Oyrunum til Skúlafótbólt. Tórsdagin kappaðust 389 børn í 1. og 2. flokki og var hetta eisini eitt av stóru umførunum til Skúlafótbólt í ár.

Nú Skúlafótbóltur er liðugur fyri hetta skúlaárið kann eisini staðfestast, at árið gjørdist tað størsta við Skúlafótbólti nakrantíð. 2.108 næmingar hava spælt fótbólt í blandaðum liðum, gentuliðum og dreingjaliðum til Skúlafótbóltin 2021/2022 – og afturat hesum hevur verið stórt hundrað lið av fylgjarum.

27 fólka-, miðnáms- og háskúlar hava luttikið í Skúlafótbólti í 2021/2022 - og Skúlafótbóltur er sum kunnugt fyri allar árgangir frá 1. flokki til miðnáms- og háskúlaflokkar.

Í mun til vanligar fótbóltskappingar í Føroyum, so er Skúlafótbóltur einasta fótbóltskapping, har spælt verður í blandaðum liðum. -Og júst hesin tátturin er millum teir best umtóktu, tí 992 børn og ung hava í ár kappast á blandaðum liðum.

Ongin Skúlafótbóltur uttan stuðlar og hevur tað aftur í ár borið til at skipa Skúlafótbólt í Marghøllini í Vági við góðum stuðli frá høvuðsstuðlinum BankNordik og í góðum samstarvi við Fótbóltssamband Føroya og við Vágs kommunu.

Skúlafótbóltur verður sjálvsagt aftur á skrá í heyst og innbjóðingar verða fyrst í september send til allar fólkaskúlar og miðnámsskúlar kring landið. Sum nakað nýtt verður eisini í heyst skipað fyri Skúlafótbólti fyri serbreytirnar í skúlunum kring landið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2022

68 Leygardagur 18. juni 2022

Sterkt føroyskt lið til U20-EM

Fleiri A-landsliðsleikarar og aðrir sum hava gjørt vart við seg síðstu árini verða í hópinum, sum skal spæla móti Danmark, Slovenia og Ungarn í endaspælinum í Portugal í næsta mánaði

Talan er um nógvar av teimum somu leikarunum, ið vunnu Føroyum European Open í 2019 (Mynd: hsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Venjararnir Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher hava úttikið 18 leikarar til U20 EM-endaspælið í Portugal, og talan er í stóran mun um nøvn, sum hondbóltsáhugað í Føroyum kenna ógvuliga væl. 

13 av leikarunum vóru við í Göteborg á summri 2019, tá Føroyar vunnu European Open og millum annað vunnu á Ungarn, ið verður eitt av mótstøðuliðunum í Portugal. Teir flestu vóru eisini við í Bulgaria í fjør, tá plássið í EM varð tryggjað við gullið í EHF European Championship.

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum hava av álvara gjørt vart við seg uttanlands og á A-landsliðnum, og Pauli og Pauli - Jacobsen og Mittún - hava spælt sínar fyrstu A-landsdystir í ár, hava verið lyklaleikarar fyri greipuvinnararnar H71, og skulu nú uttanlands at royna seg. Pauli Mittún var eisini á ársins liðið í Burn-deildini í ár.

Óli Mittún, ið er trý ár yngri enn beiggi sín og teir flestu av viðleikarunum, sleppur eisini við, og ársins stjørnuskot í føroyskum hondbólti og komandi Savehof-leikarin kann gera stóran mun. 

Ein annar hoyvíkingur, Janus Dam Djurhuus, var á ársins liði fyri 2021-2022, og tað var strikuleikarin hjá Neistanum Isak Vedelsbøl eisini. Hann er "nýggjur" á hesum liðnum. Tað er Bjarni Selvindi ikki, men skálamaðurin, ið aftur síðsta kappingarár skoraði aftur nógv mál síðsta kappingarár.

Samanumtikið er talan um eitt ógvuliga spennandi lið við nógvum leikarum við nógvum royndum og væleydnaðum kappingarárum, í mun til teirra unga aldur. 

Hópurin: 

Málverjar:
Pauli Jacobsen, H71 ( JS Cherbourg Manche, FRA)
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstri vengur:
Janus Dam Djurhuus, H71
Baldur Gillason, KÍF

Høgri vengur:
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold
Hanus Árason, Neistin
Bogi Hansen, H71

Strikur:
Viktor Johan Nørlyng Gaini, GOG Svendborg
Sakir Tróndarson Frýdal, H71
Ísak Vedelsbøl, Neistin

Bakspælarar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Pauli Mittún, H71 (Kristiansand, NOR)
Óli Mittún, H71 (IK Sävehof, SVØ)
Sveinur Olafsson, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Ovi Lützen, Kyndil
Kristoffur Bjørgvin, Kyndil

Venjararnir eru teir somu sum teir hava verið árganginum síðstu árini. Málverjavenjari er Jens á Skipagøtu, fysioterapeut er Ári Jógvansson Olsen og liðleiðari Leif Kristoffersen.

Kappingin verður hildin í Porto í Portugal í tíðarskeiðmum 7. til 17. juli, og tað  frættist at nógvir føroyingar ætla sær suðureftir at stuðla, skrivar Hondbóltssambandi, ið skrivar soleiðis um mótstøðuliðini hjá Føroyum: 

- Føroyar eru í bólki saman við Slovenia, Danmark og Ungarn. Slovenia var hægst styrkismett í bólkinum og hava Føroyar ikki møtt teimum áður. Slovenia gjørdist nr. 4 til U19 EM í fjør (EM2021 átti at verið leikt í 2020, men var útsett vegna korona). Slovenska liðið átti tá topskjúttan í kappingini Mitja Janc, sum er yngri bróður kenda slovenska leikaran Blaz Janc, sum spælir í Barcelona.

- Føroyar hava møtt Danmark einaferð. Tað var í august í 2021 í Scandinavian Open, tá Danmark vann við tveimum málum. Danmark gjørdist nr. 5 til EM2021, eitt pláss aftan fyri Slovenia.

- Ungarn gjørdist nr. 9 til EM2021 og hava Føroyar møtt teimum einaferð áður í hesum árganginum. Tað var til European Open í 2019 og tá vann Føroyar 22-20.

Leiksskráin sær soleiðis út:
Hósdagin 7. juli Danmark – Føroyar
Fríggjdagin 8. juli Føroyar – Slovenia
Sunnudaign 10. juli Ungarn – Føroyar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2022

69 Leygardagur 18. juni 2022

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til stóru uppgávuna í Norðurmakedonia

Lukka Arge hevur her skorað í spennandi dystinum móti Niðurlondum í European Championship í fjør (Mynd: hsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroysku U18-kvinnurnar fingu í síðsta mánaða eitt wild-card pláss til HM-endaspælið, ið verður í Skopje, Norðurmakedonia í døgunum 30. juli – 10. august.

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava nú úttikið 16 leikarar til uppgávuna. Hetta boðaði HSF frá týsdagin.

Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin
Simona Michelsen Kass, H71

Vinstri vengur:
Lea Mohr, Neistin
Silja Heðinsdóttir, Neistin

Høgri vengur:
Inga Maria Roysdóttir, H71
Karin Egholm, H71

Strikur:
Barbara Hammer, Kyndil
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Karina Debes Heinesen, Ajax København

Bakspælarar:
Hanna Jakobsdóttir Dalsgarð, H71
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Lukka Arge, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Inga Maria Joensen, H71
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin

Sum sæst eru Neistin og H71 ógvuliga væl umboðað - Karina Debes Heinesen, ið nú umboðar dankst felag, er upprunaliga eisini úr H71. 

Føroyar eru komnar í ein sterkan bólk, saman við Danmark, Portugal og Eysturríki. Til U17 EM í fjør gjørdist Danmark nr. 4, Portugal nr. 10 og Eysturríki nr. 14.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2022

70 Leygardagur 18. juni 2022

Jóhan á Plógv og Hans Lindberg hava hondbóltsskúla um vikuskiftið

Spaniólin Daniel Gordo Rios, ið eitt skifti var í Kyndli, og sum síðani hevur gjørt vart við seg í altjóða hondbólti, verður eisini venjari á JHP Camp. 250 ungir leikarar luttaka

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir at koronufarsóttin hevur órógvað tvey ár á rað verður JPH Camp á skránni aftur í summar.

Talan er um hondbóltsskúla hjá Jóhan á Plógv Hansen. 28-ára gamli vongurin hevur gjørt vart við seg í Bundesliguni, har hann millum annað hevur verið kosin besti leikari fyri apríl, og í summar skiftir Jóhan til stórfelagið Flensburg Handewitt, har hann loysir Lasse Svan av, sum gavst á danska landsliðnum fyrr í ár, og sum spældi sín seinasta dyst við Flensburg Handewitt seinasta sunnudag.

Hesin hondbóltsskúlin varð hildin fyrstu ferð í 2019, tá kendi danski leikaran og táverandi liðfelagin hjá Jóhan, Michael V. Knudsen, var við. Í tíðindaskrivi boða fyrireikararnir frá, at hesaferð verða tveir hjálparvenjarar við.

Talan er um danska landsliðsleikaran og hálva føroyingin Hans Lindberg, sum seinasta sunnudag tryggjaði sær heiti sum toppskorari í týsku Bundesliguni 2021-2022. Hann er 40-ára gamal, men heldur sanniliga stásið við líka, og hevur seinastu árini kappast um plássið á vinstra vongi á danska landsliðnum við Jóhan og Lasse Svan. Teir hava eisini vunnið nógv:

- Seinastu trý árini hava annars verið sera hendingarrík fyri Jóhan á Plógv Hansen og Hans Lindberg. Teir gjørdust báðir heimsmeistarar við danska landsliðnum í 2019 og vunnu bronsu í EM í januar mánaða í ár. Jóhan á Plógv Hansen var eisini við til at endurvinna HM-gullið fyri Danmark í Egyptalandi í 2021, umframt at hann vann OL-silvur í Tokyo í august 2021, sum tann fyrsti føroyingurin sum hevur havt sín uppvøkstur í Føroyum. Hans Lindberg var eisini við landsliðnum sum vann OL-gull í 2016 í Rio de Janeiro og EM-gull í 2012 og 2008.

[object Object]
Hans Lindberg í dysti fyri danska landsliðið (Mynd: EPA)

[object Object]

Hin venjarin, ið kemur við Jóhan á Plógv, er spanski venjarin Daniel Gordo Rios. Hann var í 2016 og 2017 í starvið hjá Kyndli, og hevur síðani millum annað vant landsliðið hjá Brasil og Champions League liðið hjá Mescow Brest, og sum Hann fór úr starvinum hjá Mescow Brest tá kríggj brast á millum Rusland og Ukraina í februar í ár. 

Harvið er talan um leikarar og venjarar við nógum royndum á hægsta, sum í vikuskiftinum fara at arbeiða við teimum 250 føroysku børnunum, ið hava teknað seg - tað varð longu fullteknað við byrjan av árinum. Venjingarnar vera í Høllini á Hálsi og í Gundadalshøllini og byrjaðu í gjár og halda fram í dag. 

Talan er um tveir dagar við nógvari venjing, fyrilestrum, kappingum o.s.fr, og venjingarnar fara at leggja dent á menning av førleikum hjá einstaku leikarunum, og vil í stóran mun fylgja tí venjingarleisti sum er vanligur í Danmark/Týsklandi, skrivar jphcamp.fo.

Jóhan á Plógv Hansen hevur í átta ár umboðað Danmark í landsliðshøpi, men er føddur og uppvaksin í Føroyum og hevur sín hondbóltsuppruna við Kyndli.

- Grundarsteinurin til mítt hondbóltslív varð lagdur í Føroyum, og hetta hevur givið mær nógvar einsastandandi upplivingar. Eg vil fegin geva nakað aftur til børn og ung í Føroyum, sum eisini hava hug at menna teirra hondbóltsførleikar, skrivar hann á heimasíðuni fyri JPH Camp 

- Tað krevur nógva tíð og orku at fyriskipa ein tílíkan hondbóltsskúla. Eg eri tí sera fegin um alla tí hjálp eg havi fingið frá nógvum her í Føroyum, og ikki minst fyri stuðulin frá føroyskum virkjum og øðrum, sum ger tað møguligt at halda ein tílíkan hondbóltsskúla, sigur Jóhan á Plógv Hansen at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2022

71 Leygardagur 18. juni 2022

Útseta kappróðurin til í morgin

Sundalagsstevuróðurin sum skuldi vera í dag, verður sunnudagin ístaðin

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyriskipararnir av sundalagsróðrinum, veðurkøn, dómarar og nevnd í Róðrarsambandinum hava avgjørt, at útseta kappróðurin, sum skuldi byrja leygardagin kl. 12.30 til sunnudagin, at byrja kl. 13.

- Veðurvánirnar eru ov ósikrar og kappingarvindeyga ov knapt,til, at vit kunnu avgreiða kappróðurin á væleydnaðan hátt, sigur Róðrarsambandið.

Flaggtíðirnar fyri barnamanningarnar vera broyttar til:

12.55 Barnaróður gentur Riðil 1

13.10 Barnaróður gentur Riðil 2

13.40 Barnaróður gentur FINALA

14.10 Barnaróður dreingir Riðil 1

14.25 Barnaróður dreingir Riðil 2

14.55 Barnaróður dreingir FINALA

– starttíðir eru 5 minuttir eftir, at flaggið er fari upp.

Startrøðin hjá teimum vaksnu verður óbroytt, fyrsta skot verður kl. 15.15.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2022

72 Leygardagur 18. juni 2022

Eystanstevnuróður í fagrasta veðri

Nakrar myndir frá kappróðri á Skálafjørðinum leygardagin

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í góðveðrinum leygardagin varð FM-kappróður á Skálafjørðinum, har eystanstevna var í Runavík.

Jens Kristian Vang tók frálíku myndirnar (fleiri myndir her): 

Úrslitini frá dagsins róðrum síggjast á rsf.fo her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2022

73 Leygardagur 18. juni 2022

Róðrargrunnur Føroya stuðlar sjey nýggjum bátum

102.000 krónur til sjey nýggjar kappróðrarbátar

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Stýrið fyri Róðrargrunn Føroya hevur gjørt av at lata seks feløgum stuðul at smíða sjey kappróðrarbátar. Seks bátar fáa 14.000 kr. í stuðli hvør og ein bátur 18.000 kr.

Grunnurin hevði í ár 102.000 kr. at luta út í. Ein umsókn varð ikki gingin á møti, tí báturin var liðugt smíðaður og latin kappróðrarfelagnum fyri 25. apríl 2022.

Feløgini, sum hava fingið játtað stuðul hesaferð, eru:
Kappróðrarfelagið Tindur, 5-mannafar og 6-mannafar 
Strálan, 6-mannafar
Róðrarfelagið Knørrur, 6-mannafar 
ÍF kappróður, 6-mannafar
Kappróðrarfelagið NSÍ, 6-mannafar
Sørvágs Róðrarfelag, 8-mannafar. 

Stuðulin verður latin, tá kjølurin er strektur, og er hann ikki strektur í seinasta lagi 25. apríl 2023, fellur stuðulin aftur til grunnin.

Áhugin fyri at smíða kappróðrarbátar er stórur, og stuðulsupphæddirnar, sum latnar verða í ár, eru tær minstu, síðan Róðrargrunnur Føroya varð endurreistur í 2018, tí fleiri og fleiri eru um boðið.

Virksemið hjá grunninum í 2023 er treytað av, at løgtingið aftur játtar grunninum pening á fíggjarlógini í heyst.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2022

74 Leygardagur 18. juni 2022

Tinna Berg Jørgensen skjótasta kvinna í Føroyum

Hon rann farna vikuskiftið 100 metrar við tíðini 12,92 sekund. Tað er føroyskt met

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá Tinna Berg Jørgensen farna vikuskiftið kom á mál í tíðini 12,92 sek í kappingini Copenhagen Open í Hvidovre, var tað triðju ferð á rað, hon rann skjótari enn føroyska metið í 100 metrum, men har undanvindurin var ov nógvur (meir enn 2 m/s) í undanfarnu kappingunum, so var mótvindur hesaferð, og harvið kann úrslitið góðkennast sum met.

Tað skrivar Hvirlan.fo á heimasíðuni.

Vegurin til metið hjá Tinnu hevur verið rættuliga støðugur, tí eftir at hon bøtti um sítt persónliga met til 13,86 sek á Føroyaleikum 2021, hevur hon í miðal bøtt um sítt persónliga met við 0,15 sek í hvørjari kapping.

Í teimum seks kappingunum, har undanvindurin var undir 2 m/s, bøtti hon um sítt persónliga met í teimum f‎ýra. Í teimum sjey kappingunum hon hevur luttikið í í ár, var vindur meir enn mest loyvdu 2 m/s fýra ferðir.

Tøl:
• Persónligt met: 12,92 sek (13,02 sek undan kappingini)
• Føroyskt met: 12,92 sek (12,99 sek undan kappingini)
• Oyggjaleikakrav: 13,30 sek

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2022

75 Leygardagur 18. juni 2022

Avbjóðandi svingini gjørdu munin

Helgi Winther Olsen gjørdist føroyameistari í býarsúkkling tá kapping var týskvøldið

Jákup Petur Eliassen dettur (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Týskvøldið var sól og turt norðanfyri, men ólavsøkuveður kryddað við vindi í Havn. Kámt, vátt og vindur á opna íðnaðarøkinum við Velbastaðvegin vóru karmarnir fyri ársins FM kapping í býarsúkkling.

Hetta er skjótasta kappingargreinin í vegasúkkling, tí tað er ein stuttur teinur og stutt kappingartíð, og krevur góðar tekniskar førleikar, taktiska snildu og sjálvsagt eisini góða orku hjá súkklaranum. Súkklað varð á einum 1,2 km longum teini í 45 minuttir og 3 eyka umfør.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Taktisk álop
Kappingin var frá byrjan merkt av taktiskum álopum. Teinurin er ein ringteinur, við tveimum svingum í høgari ferð og einari mótbrekku, har álop oftast standa bæði í svingum og brekku. So var eisini hesaferð, tá ið Hilmar Hansen leyp á aftanífrá í feltinum, tá ið ferðin í mótbrekkuni var lág eina løtu.

[object Object]Hilmar Hansen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Hann setti hart á og fekk beinavegin ein góðan mun á 100 metrar. Jákup Petur Eliassen setti eftir honum og feltið fylgdi við. Longu eitt umfar seinni fekk Jákup Petur fatur í Hilmari aftur, men í somu løtu hann kom fram á Hilmar, leyp Helgi Winther Olsen á í kontra og slapp avstað við 100 metrum. Tá varð feltið slitið, og Jákup Petur og Hilmar saman við Gunnari Dahl-Olsen settu á eftir Helga.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Avbjóðandi sving
Tað gjørdist skjótt súkklarum greitt, at vátu svingini vóru stóra avbjóðingin. Nógv vóru um at detta og nøkur duttu, tá ið tey við ov høgari ferð slongdust gjøgnum svingini. Soleiðis spældist eisini av í bólkinum, ið elti álopinum hjá Helga.

Jákup Petur var fyrstur inn í svingið áðrenn brekkuna, og í roynd at vinna inn aftur, skriðu hjólini undan og Jákup Petur datt. Eingin skaði stóðist, men Jákup Petur steðgaði í kappingini. Hilmar og Gunnar komu trygt gjøgnum svingið og kundu halda á. Hilmar leyp á aftur í brekkuni og slapp leysur frá Gunnari og súkklaði allan vegin fram til Helga.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Øktu munin
Saman øktu Helgi og Hilmar frástøðuna til Gunnar soleiðis at munurin gjørdist størri fyri hvørt umfar. Hart stóð á, men í mótvindinum í mótbrekkuni áttu teir fyrimunin saman, móti Gunnari ið súkklaði einsamallur. Tá ið fýra umfør vóru eftir, setti Helgi á og slapp undan Hilmari. Helgi Winther Olsen økti síðani munin seinastu umførini, vann kappingina og gjørdist føroyameistari í býarsúkkling 2022. Hilmar vann sær eitt trygt annaðpláss og Gunnar Dahl Olsen gjørdist dagsins triðskjótasti. Niklas Hallgren Niclassen vann U23 ungdómsbólkin.

[object Object]Helgi Winther Olsen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

[object Object]Niklas Hallgren Niclassen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

[object Object]Niklas Hallgren Niclassen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

[object Object]Hilmar Hansen, Helgi Winther Olsen og Gunnar Dahl Olsen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2022

76 Leygardagur 18. juni 2022

Myndir: Gamla HB-húsið verður rivið niður

Fleiri gamlir HB'arar vóru møttir at gráta, flenna og at reypa tá farið varðundir at ríva niður gamla HB-húsið, sum seinnu árini hevur verið kallað Bridgehúsið

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinnu árini hevur tað verið kallað Bridgehúsið. Men hetta er jú gamla HB-húsið, sum HB’arar í sveittabroti bygdu mitt omaná Havnará í sekstiárunum.

Her hava nógvir góðir menn hildið til, her eru nógvir sigrar komnir í hús – og tað sást aftur í mánamorgunin, tá borgarstjórin skuldi standa fyri niðurrívingini av húsinum.

Hópatals gamlir HB’arar vóru møttir at gráta og flenna og reypa og at siga gamla húsinum farvæl. Ein góð og hugnalig løta, nú nýtt Bridgehús er komið upp hinumegin vegin og gamla HB-húsið verður partur av nýggja og opna torginum uttan fyri Tórsvøll.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2022

77 Leygardagur 18. juni 2022

Minningarorð um Dan Reinert Petersen

Nú ein dagin bórust deyðsboðini av Dan Reinert Petersen, fyrrverandi løgtingsmanni úr Fuglafirði, sum 75 ára gamalur hevði lagt árarnar inn. Lívstráðurin rakk ikki longur, eftir at hann nú í nøkur ár hevði verið plágaður av herviligari sjúku

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Javnaðarflokkurin

Dan Reinert Petersen var føddur í 1946 í Saltnesi, sonur David Sofus Petersen úr Saltnesi og Ninnu Rigmor Reinert úr Kaldbak. Hann var næstyngstur av ellivu systkjum. Dan var giftur Marjuni Joensen úr Fuglafirði, og saman fingu tey trý børn. Fuglafjørður gjørdist tí hansara nýggja heimbygd, har hann nú í mong ár hevur búleikast við familjuni í snotiliga heiminum við burturúr snøgga urtagarðinum.

Dan tók læraraprógv frá Haslev Seminarium í 1972, og hevur hann verið lærari í Klaksvík frá 1972 til 73, á Tvøroyri frá 1973 til 75 og síðan í Rúnavík, til hann fór frá vegna aldur í 2012. Men Dan hevði eisini serliga góðan hug til sjólívið, og var hann eisini til skips á ungum árum og hevur enntá verið til fiskiskap, eftir at hann gavst sum lærari. Tí fylti eisini umstøðurnar hjá vanliga fiskimanninum nógv í hansara fatan av, hvussu samfelagið skuldi skipast.

Dan hevði sera stóran áhuga fyri samfelagsins viðurskiftum og gjørdist aktivur javnaðarmaður á heilt ungum árum. Hann lat við seg koma, har hann var og legði sínar meiningar fram við treysti. “Sum ein av ellivu systkjum í einum heimi, har ein fiskimannainntøka var álitið, hvat skal eg verða annað enn javnaðarmaður?” soleiðis tók Dan so ramliga til á einum veljarafundi úti á Frælsinum fyri mongum árum síðani. Hetta var boðskapur sum munaði, og øll sótu sum undir lestri. Hann hevði altíð ein greiðan boðskap, og orðini kundi ein ikki fara skeivur av. Ein visti, hvar hesin maðurin stóð.

Sum virkin innanfloks í Javnaðarflokkinum var hann eisini valevni til fleiri val. Hann sat av og á sum varamaður á tingi, men í 1998 varð hann so valdur sum umboð floksins í Eysturoynni. Hetta var tíðin, tá fullveldissamgongan setti dagsskránna, og Javnaðarflokkurin var í andstøðu. Dan var sera virkin og livandi í sínum politiska arbeiði. Hann var óførur í kjakinum og kundi mangan av mótstøðufólkum tykjast náðileysur. Hann ballaði einki inn og kom við sínum greiðu og eintýðugu meiningum.  

Umframt nevndarsessir í tinginum, so valdu Javnaðarflokkurin og restin av andstøðuni hann sum umboð í Norðurlandaráðið, har hann treivst sera væl. 

Dan var fróðamaður. Hann visti avbera nógv og hevði lisið nógv. Umframt hetta, so hevði hann eisini  framúr gott minni, so tá kjakið gekk lívliga, so kundi hann lættliga við sínari vitan geva kjakinum eitt ríkari innihald.

Javnaðarflokkurin stóð hansara hjarta nær. Umframt at hann av og á kom við góðum ráðum um ymisk mál til bæði formann og onnur, so gav hann eisini flokkinum eitt lítið bókasavn við bókum um javnaðarrørsluna í Norðurlondum umframt ævisøgur um ymisk framstandandi javnaðarfólk. Hetta savn hevur flokkurin nú í flokshølunum í Havn.

Nú hann varð borin út úr Fuglafjarðar kirkju, varð vakri sálmurin “Nú anga grøs og blomstur milt” sungin. Hetta var ein sálmur, sum so sera væl hóskaði til Dan. Hann hevði sum fáur grønar fingrar, og urtagarðurin hjá Marjun og honum var eitt satt prýði fyri bygdina.

Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur, nú Dan er farin, og vit lýsa frið yvir minnið um Dan Reinert Petersen í takksemi.

Javnaðarflokkurin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2022

78 Leygardagur 18. juni 2022

Edith Mørkøre í Ribarhúsi

Verkini, ið verða sýnd fram hendan mánaðin, eru ymisk og umfata prent, skurðprent og monotypiir

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hendan mánaðin sýnir Edith Mørkøre fram í Ribarhúsi í Fuglafirði.

Verkini, ið verða sýnd fram eru ymisk, og umfata skurðprent av staðsetingum í Føroyum, prent við íblástri úr føroysku náttúruni, og monotypiir har arbeitt hevur verði við vøkstri og tilfari úr føroysku náttúruni.

Talan er um eina søluframsýning, har keypararnir hava møguleika at fáa verkini við sær beinanvegin.

Framsýningin er opin mánadagar, týsdagar, mikudagar og fríggjadagar frá klokkan 15 til 17.30, hósdagar frá 11.30 til 17.30, og leygardagar frá 11 til 14.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2022