Leygardagur 25. juni 2022 | Nr. 26 | Árgangur 3 | Kr. 0,00
SíÐa 20
SíÐa 10
SíÐa 2
SíÐa 30
SíÐa 4
SíÐa 52
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Vøkur smílandi ungfólk í kritahvítum studentshúgvum við ymsit littari rond hava sett dám á býarmyndirnar hesar seinastu dagarnar. Ungfólk, ið hava nátt eitt mál, og nú eru til reiðar at njóta summarið áðrenn nýggir málsetningar verða settir víðari fram í lívinum.
Slíkt er altíð hugaligt at uppliva, hóast vit kanska kundu ynskt okkum eitt sindur betur summarveður at fagna studentunum.
Umframt miðnámsútbúgvingar, so eru tað alsamt fleiri, ið nema sær hægri útbúgving í Føroyum.
Ein kann siga, at júst hetta at fáa fleiri ungfólk at taka hægri lesnaðin í Føroyum, er ein av størstu politisku succes’unum, vit hava upplivað her á landi seinastu árini. Tað er so stutt síðan, at tað frá politiskari síðu varð settur ein málsetningur um, at fleiri hægri útbúgvingar skuldu kunna takast í Føroyum, eins og vit skuldu fáa fleiri granskingaruppgávur heim til Føroya.
Alt bendir á, at hetta hevur eydnast við lít. Í gjár kundi rektarin á Fróðskaparsetri Føroya handa prógv til ikki færri enn 165 fólk – ung sum eldri – ið hava nomið prógv frá Setrinum.
Hetta er frálíkt.
Men vit hava hug kortini at tala at.
Setrið hevur kunngjørt hvørji fak, hesi 165 nýggju bachelor- og master-lesandi hava staðið.
Og út frá hesum tølum kann staðfestast, at Fróðskaparsetur Føroya í størsta mun ‘framleiðir’ fólk til tann almenna geiran, og bara í evarska lítlan mun til tað privata vinnulívið.
Av teimum 165 eru, eyðvitað flest, ið hava nomið sær prógv sum lærarar, námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar. Men eisini tá sæð verður burtur frá hesum fakum, sum fyrr hava ligið undir egnum útbúgvingarstovni, men nú er partur av Setrinum, so er tað framvegis kandidatar til almenna geiran, sum borðreitt verður við.
Vit tosa her um kandidatar í føroyskum, søgu, samfelagsvísindum, fólkaheilsu, samfelagsvísindum, politikki, samfelagsplanlegging og listarligum arbeiði. Alt stórt sæð fólk, sum skulu breyðføðast við almennari løn í framtíðini.
Tá vit hyggja at teimum, ið kunnu roknast við at verða lønt av privata vinnulívinum í framtíðini, kunnu vit telja okkum fram til 21 kandidatar. Tá hava vit talt allar bachelorarnar í løgfrøði við, hóast tað er púra vist, at ikki øll tey 12, sum nú eru vorðin bachelorar í løgfrøði enda sum vinnurekandi advokatar, men heldur verða ein partur av einari almennari umsiting.
Hinvegin skal eisini viðmerkjast, at tað sjálvandi eisini kann vera øvugt; at privata vinnulívið er sinnað at seta ein master í søgu, heilsuvísindum ella samfelagsvísindum í starv.
Tað skal eisini viðmerkjast her – ein ‘disclaimari’ – at tað eru fleiri enn hesi 165, sum leypandi hava fingið prógv frá Setrinum gjøgnum árið, og vit vita ikki hvørjum fakum tað er í.
Men tølini siga okkum, at er býtið skeivt. Vit sakna tey fakini, sum føroyingar áttu at verið serfrøðingar í. Fak, sum hava við fiskivinnuna at gera, havfrøði, veðurfrøði, fak við beinleiðis tilknýti til okkara høvuðsvinnugreinar, fiskivinnu, alivinnu og ferðavinnu.
Tað er fantastiskt at tað nú eru løgfrøðingar millum bachelorarnar. Men er tað í lagið, at tað bert var ein KT-verkfrøðingur – ja bara ein verkfrøðingur yvirhøvur – sum fekk prógv í gjár?
Sjálvandi er leiðslan á Setrinum er varug við henda skeivleika, og arbeiðir helst við at rætta hann. Men átti politiska skipanin – tey, ið tryggja neyðugu fíggingina av útbúgvingarskipanini – ikki eisini at sett krøv til, at útbúgvingartilboðini verða meira málrættað eftir tørvinum hjá føroyska vinnulívinum?
Alt stýrið í Bústøðum er skift út. Í nýggja stýrinum sita Regin W. Dalsgaard, Petur Even Djurhuus, Jóhanna Lava Køtlum, Henny á Líknargøtu og Teitur Samuelsen
Landsstýrismaðurin við almannamálum, Sólvit E. Nolsø, hevur valt at skifta stýrið í Bústøðum út.
Orsøkin er vantandi stev og arbeiðslag, verður sagt í tíðindaskrivi.
Landsstýrismaðurin metir ikki, at útlit eru fyri, at umstøðurnar batna næstu tíðina og tí hevur hann valt at skifta stýrið út og velja nýggjar limir.
Fráfarandi stýrið hevur fingið boð um at tey eru loyst úr sessinum.
Landsstýrismaðurin takkar teimum fyri, at tey átóku sær uppgávuna at sita í stýrinum.
Í fráfarandi stýrinum sótu Anna Maria Joensen, forkvinna, Emmy Joensen, Una Joensen, Hans Jákup Drangastein Johansen og Regin Djurhuus Hammer.
Í nýggja stýrinum sita Regin W. Dalsgaard, Petur Even Djurhuus, Jóhanna Lava Køtlum, Henny á Líknargøtu og Teitur Samuelsen.
Nýggja stýrið fer væntandi at hava sín fyrsta fund í næstu viku, har tey millum annað fara at skipa seg við einum formanni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2022
Undir pallnavninum Reiley hevur ungi havnarmaðurin Rani Petersen lagt altjóða tónleikaheimin fyri føtur sínar.
Við fleiri enn 11 milliónum fylgjarum á TikTok, er hann ein av størstu stjørnunum á sosialu miðlunum, har hann eisini hevur yvir eina milliard views. Hann ferðast í dag kring allan heimin, har hann arbeiðir saman við nøkrum av størstu nøvninum innan tónleikavinnuna, og hevur eisini skrivað undir sáttmála við eitt av heimsins størstu plátufeløgum.
Og nú fer endiliga at bera til at uppliva hann á palli í Føroyum, tá hann fyri fyrstu ferð skal upptraðka á føroyskum palli undir navninum Reiley.
Alt byrjaði á teim sosialu miðlunum. Ein ungur drongur í Havn hevði nøkur góð hugskot og eittans mál fyri framman: Hann vildi flyta nøkur mørk, og gerast ein av heimsins størstu poppstjørnum. Undir listarnavninum Reiley legði hann filmsbrot út av sær sjálvum, har hann dansaði og sang við til kend løg.
Hetta gjørdi hann á so serstakan hátt, at fylgjaraskarin bara vaks dag um dag. Og so eksploderaði alt!
Vil flyta mørk
Ein uppringing frá einum enskum umboðsmanni broytti allan heimin hjá Rana Petersen, og skjótt vóru fleiri av heimsins størstu plátufeløgum, sum vístu áhuga fyri unga dronginum, hóast hann enn ongan sang hevði útgivið.
Stutt eftir fyrstu samrøðuna við umboðsmannin, skrivaði hann undir sáttmála við Atlantic Records í USA, eitt av heimsins størstu plátufeløgum. Við undirskriftini kom hann á sama lønarlista sum onnur kend nøvn, eitt nú Bruno Mars, Ed Sheeran og Cardi B, sum eisini eru umboðað av Atlantic Records. Við sáttmálanum hevur risastóra plátufelagið bundið seg til at taka sær av framleiðslukostnaði av tónleiki og sjónbondum, marknaðarføring og øðrum, sum hoyrir til, tá tú ert ein glógvandi stjørna millum aðrar stjørnur á himmalhválvinum.
Eitt gott ár eftir undirskriftina gav hann út lagið "Let It Ring", og seinni eisini løgini “Superman” og “YOU”, sum øll gjørdust risa hitt. Í hesum sambandinum segði hann í eini samrøðu við Sosialin, at hann ynskti at vera ein listamaður, ið flutti mørk og skilgreinaði, hvat tað er ein vera ein mannligur popplistamaður í okkara tíð.
- Hetta snýr seg ikki bert um tónleikin – eg geri eina heildaruppliving, har eg brúki allar miðlar: móta, dans, úttrykk, pallseting og at siga frá søgum, segði hann millum annað tá.
Byrjanin til nakað heilt stórt
Í dag hevur Reiley fleiri enn 11 milliónir fylgjarar á TikTok, yvir 132 milliónir likes og meira enn eina milliard views, og er sostatt ein av teim størstu nøvnunum á sosialu miðlunum. Hann er fulltíðar tónleikari, framleiðari og innfluensari og ferðast kring allan heimin, har hann arbeiðir saman við nøkrum av størstu nøvnunum innan altjóða tónleikavinnuna. Men sambært unga manninum er hetta bert fyrsta stigið.
- Eg eri fantastiska stoltur av mínum avrikið higartil, men hetta er bara byrjanin til nakað enn størri. Eg eri als ikki komin á mál, sigur hann okkum, tá vit hitta hann ein dagin, hann er í Føroyum og vitjar foreldrini í Havn.
Honum dámar væl at koma heim viðhvørt, og hevur hann eisini gjørt sær eitt studio í kjallaranum hjá foreldrunum, sum er á tremur við útgerð av alskyns slagi. Hetta ger, at hann eisini fær arbeitt, tá hann er heima. Og hóast talgildi heimurin rundan um Reiley er litfagur, popputur og ikki líkist nøkrum av tí, sum vit eru von við í Føroyum, so er tað ofta her, at tey bestu hugskotini koma.
- Eg elski at ganga túrar og ofta fái eg bestu hugskotini, tá eg gangi. Men í London, har eg havi búð, er altíð øgiliga nógvur larmur allastaðni, so har er ikki altíð so lætt at hugsa. Í Føroyum kann eg ganga ein langan túr uttan at møta einum menniskja, so tá reinsi eg ordiliga út í høvdinum og fái nýggjan íblástur. Tað er lekkurt og eg elski túrarnar, sum eg fái her heima, greiðir hann frá.
Vil lata gandakendan heim upp
Áhugan fyri tónleikinum hevur Reiley altíð havt. Sum smádrongur spældi hann klassiskan tónleik á klaverinum, og var serliga bergtikin av filmstónleiki og tí hugaheimi, sum hetta slagið av tónleiki kann skapa hjá lurtarum og hyggjarum. Sambindingin millum tónar og myndir var tað, sum kanska mest fangaði unga drongin.
- Tað ger okkurt heilt serligt við okkum menniskju, tá myndir og ljóð verða sett saman og ganga upp í eini hægri heild. Tað er líkasum ein annar heimur, har alt stendur opið og alt ber til. Onkuntíð haldi eg, at eg hoyri heima í einum sovorðnum heimi; á eini aðrari klótu av onkrum slagi. Tað hendir nakað heilt gandakent, tá tú bara kanst hvørva inn í ein heim, har eingi mørk og eingin gerandisdagur longur er til, heldur hann.
Seinni var hann við í sangleikinum Grease, sum varð framførdur í Norðurlandahúsinum. Tað var her, at hann fyrstu ferð merkti súsið í kroppinum, tá hann stóð á palli framman fyri fullsettari høll. Og tað var eisini her, at endaliga avgerðin um at fara allan vegin loksins varð tikin.
- At standa á einum palli og merkja nærveruna frá teimum, sum hava hugt og lurtað; at hoyra tey klappa og djúpt í hjartanum vita, at tú hevur gjørt títt besta og at vit hava verið á eini magiskari ferð saman – tað er amazing!, sigur hann.
Og tað er júst tað, sum er endamálið við øllum tí, sum sjarmerandi ungi maðurin letur úr hondum; Reiley vil lata ein alheim upp fyri okkum vanligu menniskjum og bjóða okkum við á eina ferð, har alt ber til.
Ein av heimsins størstu
Barnaárini hjá Reiley vóru annars sum hjá flest øðrum føroyskum børnum. Hann var næmingur í Eysturskúlanum, íðkaði fimleik í frítíðini (hann hevur m.a. verið á føroyska landsliðnum) og gjørdi tað, sum onnur børn gera. Tá hann hittir fólk úti í heimi í dag verða tey ofta forvitin eftir at vita, hvussu tað var at vaksa upp í einum so lítlum landi sum Føroyar.
- Men fyri meg er tað jú heilt natúrligt. Tey undrast, tá eg fortelji, at her einans búgva eitt sindur yvir 50.000 fólk, tí fyri tey er tað jú mega lítið. So verða tey eitt sindur soleiðis: “What?” og skilja ikki, hvussu tað hongur saman við míni yrkisleið í dag. Men fyri meg er tað jú bara soleiðis, sum tað er. Og soleiðis, sum tað eigur at vera. Eg kenni meg djúpt privilegeraðan yvir at verða uppvaksin í Føroyum, greiðir hann frá. Avgerðin um at flyta úr Føroyum var tó ikki torfør fyri hann at taka.
- Tá man býr so langt burturi frá øllum, so kann man ikki bara banka upp á hurðina hjá framleiðarum og siga: Hey, nú eri eg her!. So antin mást tú flyta úr Føroyum ella finna aðrar vegir, soleiðis at tónleikurin røkkur heilt út í heim. Og eg havi so gjørt bæði. Við sosialu miðlunum eru eingi mørk fyri, hvussu langt tú kanst røkka og samstundis havi eg eisini flutt bústað. Og eg trúgvi veruliga uppá, at tað ikki er nakað mark fyri, hvussu langt eg kann koma. Eg ætli mær at verða ein av heimsins størstu, sigur hann.
Trúgvin á tað góða
Í samrøðuni við Reiley undrist eg fleiri ferðir yvir samansettu heildina, sum tykist at hvíla so lætt í unga manninum. Hann er á tremur við smittandi sjálvsáliti, er sjarmerandi sum fáur og tó so eyðmjúkur í øllum, sum hann greiðir frá. Og eg spyrji hann, um ein ikki skjótt kann gerast kaldur av at ferðast í einum so stórum tónleikaídnaði, sum ofta verður skýrdur fullkomiliga eirindaleysur og sjálvsøkin. Hann hugsar seg eitt sindur um, áðrenn hann svarar.
- Jú, tað kann man heilt sikkurt. Men eg velji altíð at trúgva upp á tað góða og geri nógv fyri ikki at missa meg sjálvan burtur í øllum, sum hendir rundan um meg. Sjálvsagt taki eg ein leiklut á meg, tá eg geri video og líknandi, men eg arbeiði eisini ótrúliga nógv við mær sjálvum allatíðina, so eg havi meg sjálvan við í øllum, sum eg geri. Tað má eg gera, um eg skal kunna njóta hesa ferðina, sum eg eri farin á. So eg ansi væl eftir mær sjálvum og minni meg javnan á ikki at taka nakað fyri givið.
Við sáttmálanum við Atlantic Records hevur Reiley sligið navn sítt fast sum ein av teimum heilt stóru. Sáttmálin gevur honum frælsi til at hugsavna seg um tónleikin uttan samstundis eisini at skula hugsa um pening, marknaðarføring og so framvegis.
- At sleppa undan at skula hugsa um pengar er heilt klárt eitt av tí besta við at hava skrivað sáttmála við eitt so stórt plátufelag. Nú kann eg gera tað, sum eg tími best og samstundis fáa løn fyri at gera hetta. Eg má enn viðhvørt klípa meg sjálvan í armin fyri at vita, um hetta er ein dreymur. Hetta er tað, sum eg altíð havi droymt um og nú livi eg mitt í tí. Tað er ein fantastiskur møguleiki at fáa, heldur hann.
Popput og litfagurt
Allur heimurin rundan um Reiley ber brá av nøkrum heilt serligum. Um tú hyggur at sjónbandaløgunum, myndum ella brotum á sosialu miðlunum, sum hann hevur lagt út, so leggur tú skjótt merki til eyðkenda stílin, sum sæst aftur í øllum, sum hann ger. Hetta er up beat, popput, litfagurt og livandi á allan hátt. Og tað er eisini Reiley sjálvur, sum stendur fyri tí visuella. Tí, sum Reiley sjálvur sigur: If you wanna do it right, you gotta do it yourself!
- Eg eri totalt kontrolfreak a tí økinum. Tað er kanska eitt sindur ósunt viðhvørt, tí eg arbeiði allatíðina og dugi illa at slappa av; men hinvegin, so havi eg sjálvur lært meg alt, sum eg skuldi duga. Eg dugi at taka upp, at redigera, at leggja út, at leggja strategiur á sosialum miðlum og yvirhøvur bara at hugsa visuelt allan vegin ígjøgnum. Alt rundan um Reiley er eitt univers, sum eg sjálvur havi skapað og tí má eg eisini kenna meg sjálvan aftur í øllum, sum eg eri ein partur av, greiðir hann frá.
Málbólkurin hjá Reiley er tey, sum dáma popptónleik og litir í lívinum. Ikki bara litir sum í litfagurt, men ymiskt litbrøgd í øllum tí livandi, sum er rundan um okkum. Eisini í tónleikinum.
- Eg larmi nokk so illa, haldi eg. Altso, bæði i klæðum og mínum stíli sum heild. Um tað eru børn ella gomul, sum dáma hetta, tað veit eg ikki ordiliga. Men mín fatan er, at tað eru fólk í øllum aldri, sum lurta eftir tónleikinum hjá mær.
Reiley hevur eisini fylgjarar kring allan heiminum. Tað er tó eingin loyna, at serstaki stílurin hevur serliga nógvar fjepparar í Asia, og tí stendur hesin heimsparturin eisini sera ovarliga á "to do-listanum" hjá Reiley. Koronatíðin hevur tó gjørt tað sera trupult at ferðast runt í heiminum, og langt hevur verið millum tær stóru konsertirnar, men spakuliga er heimurin nú farin at lata seg upp aftur. Hetta ger eisini, at ferð aftur er komin á framtíðarætlanirnar hjá Reiley.
Alt ella einki
Fyri stuttum gav Reiley út nýggja lagið "blah blah blah", sum millum annað inniheldur eina sampling av kenda lagnum “Can’t Get You Out of My Head” hjá Kylie Minogue. Lagið er eitt slag av aftursvari til keðiligar viðmerkingar, sum ofta fylgja við sosialu miðlunum. Tí slíkar fær Reiley eisini nógvar av. Eg spyrji hann, hvussu ein taklar slíkar støður.
- Eg havi valt at góðtaka, at hatta eisini er ein partur av spælinum. Nakrar av viðmerkingunum kunnu vera øgiliga niðrandi og keðiligar, men eg havi valt at lata tær fara framvið. Tað er totalt spill av tíð og góðari orku, um man byrjar at svara aftur og tekur tað persónligt. So eg havi góðtikið, at hatta er bara soleiðis og havi valt ikki at brúka tíð upp á tað. Eg taki tað góða við mær og lati tað fara, sum er keðiligt.
Sami avgjørdi hugburður er nakað, sum gongur aftur hjá Reiley. Tá eg spyrji hann, um hann hevur onkur góð ráð til teirra, sum kanska ganga við somu dreymum sum hann, er svarið heilt einfalt:
- Ja, absolutt. Tú skalt kenna tínar styrkir og gera tað, sum tú ert best til. Og so skalt tú arbeiða hart. Nógv harðari enn øll onnur, sum eru rundan um teg. Ger teg sjálvan betri og betri. Mín hugburður er kanska eitt sindur ekstremur, tí hjá mær er talan altíð um alt ella einki. So arbeið hart og far eftir tí, sum tú vilt hava. Eingin annar ger tað fyri teg, so tú mást trúgva upp á teg sjálvan og geva alt, sum tú yvirhøvur kanst geva.
Voxbotn verður stórt
Einaferð var slagorðið hjá Reiley, at hann skuldi spæla til útseldar konsertir á stórum konsertstøðum. Tað er enn eitt av málunum og nú, tá koronastøðan so smátt er farin at linka, byrja nýggjar ætlanir at taka skap. Tí enn er forvitnisliga ferðin hjá Reiley bert byrjað. Fleiri sangir skulu gevast út og tilfar av ymiskum slagi skal framleiðast.
- Eg eri kanska stórur á TikTok og sosialum miðlum, men tað er bara byrjanin. Eg havi fleiri onnur mál, sum eg skal røkka og fleiri aðrar tindar, sum eg skal koma upp á. Og har er eitt av málunum at geva áskoðaraunum á Voxbotn eina fantastiska uppliving, tá eg komi á pallin. Tað verður stórt og eg gleði meg nakað so nógv til endiliga at sleppa á pall í Føroyum!
Konsertin við Reiley á Voxbotn verður á midnátt í kvøld
[Henda greinin, sum Ragnhild Ellingsgaard hevur skrivað, varð fyrstu ferð prentað í serliga VoxBotn blaðnum, sum kom út í vikuni]
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2022
Nýggju Etika-matstovurnar verða í "íshúsinum" ella “hjá barberinum” á Høgabóli og við Á-handilin við Sundsvegin
Føroyingar hava fingið so góðan smakk fyri japanska rísmetinum sushi, at Gist & Vist nú arbeiðir við at lata upp tvær nýggjar Etika-matstovur.
Tað var í 2009, at Etika við Áarvegin í Havn lat upp, og síðan er áhugin bara vaksin og vaksin, og føroyingar eta nú sushi bæði til gerandis, veitslur, fundir, útferðir og á lítlu og væl umtóktu matstovuni við Áarvegin.
Fyri at geva enn fleiri føroyingum møguleika at njóta sushi, er tí avgerð tikin um at lata up tvær nýggjar matstovur.
Etika á Høgabóli letur upp 2. august. Nýggja matstovan og take away í Eysturoynni fer at húsast í Saltangará í hugnaliga bygninginum, sum tey lokalu nevna "Íshúsið" ella "hjá Barberinum".
Hin nýggja matstovan letur upp við Sundsvegin í Havn 3. august. Nýggja matstovan í Havn fer at húsast í spildurnýggja útbygninginum hjá Á-handlinum við Sundsvegin. Har eru sera góð parkeringsviðurskifti bæði til gestir og heintan av take away.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2022
Embla-matvirðislønirnar vórðu latnar í vikuni – Noreg fekk tríggjar av teimum sjey virðislønunum
Tær báðar fyrstu ferðirnar norðurlendska Embla-matvirðislønin hevur verið latin, fingu Føroyar fimm virðislønir.
Men í mánakvøldið, tá Embla-virðislønirnar vórðu latnar á triðja sinni, var ongin til Føroyar.
Embla virðislønirnar fyri 2021 vórðu handaðar á einum hátíðarhaldi í Oslo í gjárkvøldið. Og tað var Noreg, Danmark og Svøríki, sum fóru við vinningunum.
Embla tiltakið gevur teimum tilnevndu ein góðan møguleika fyri at deila royndir og fáa íblástur frá øðrum londum.
- Luttøkan í Embla hevur flutt okkara hugsunarhátt um hvat er møguligt í Føroyum og hevur givið føroyskum framleiðarum íblástur umframt at varpa ljós á Føroyar sum matvøruframleiðandi tjóð og ferðamál, sigur Sigert Paturson, formaður í Bóndafelag Føroya.
Noreg vann tríggjar ferðir
Noreg vann tríggjar av teimum sjey Embla-virðislønunum. Kappingin var hørð, verður sagt, við upp til sjey tilnevnd í hvørjum bólki.
Vinnararnir 2021eru hesir:
Norðurlendskur rávøruframleiðari 2021: Frederiksdal Kirsebærvin, Danmark
Norðurlendskur matíverkseti 2021: Andreas Sundgren, Brännland Cider, Sverige
Norðurlendskur mathandverkari 2021: Undredal stølsysteri, Norge
Norðurlendskur matmiðlari 2021: Det Grønne Museum, Danmark
Norðurlendskur matur til nógv 2021: The Junk Food Project, Danmark
Norðurlendsk matferðamál 2021: Kvitnes gård – Norge
Norðurlendskur matur til børn og ung 2021: Geitmyra Credo, Norge
Les eisini: Hesi eru tilnevnd til norðurlendsku matvirðislønina Embla
Tá Embla-virðislønirnar vórðu latnar á fyrsta sinni í 2017, fullu tríggjar til Føroyar: Dímunargarður (Norðurlendskur framleiðari), Leif Sørensen (Norðurlendskur mathandverkari) og Heimablídni (Norðurlendskt matferðamál).
Aðru ferð í 2019 fullu tvær virðislønir til Føroyar: Grøna Oyggin (Norðurlendskur matframleiðari) og Gimburlombini (Norðurlendskt matferðamál).
Seks norðurlendskir landbúnaðarfelagsskapir, teirra millum Bóndafelag Føroya, standa fyri Embla-virðislønunum, sum lutvúst eru fíggjaðar av Norðurlendska Ráðharraráðnum sum partur av verkætlanini Ny Nordisk Mad.
Endamálið er at varpa ljós á norðurlendska matmentan og vekja áhugan – eisini uttan fyri Norðurlond. Embla-virðislønirnar verða latnar annað hvørt ár. Dómsnevndir í hvørjum landi koma við tilnevningum, meðan ein norðurlendsk dómsnevnd velur endaligu vinnararnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2022
Bakkafrost keypti skotska felagið í 2019
The Scottish Salmon Company (SSC), sum Bakkafrost keypti í 2019, kunngjørdi í vikuni, at felagið hevur broytt navn til Bakkafrost Scotland.
Síðani yvirtøkuna hevur samtakið savnað seg um at fáa í lag gott samstarv millum deildirnar í Føroyum og í Skotlandi, at byggja upp kjarnuførleikar umframt útbygging av framleiðslukervinum í Skotlandi til framleiðslu av størri smolti. Navnabroytingin av skotska virkseminum fer at stuðla undir, at samtakið virkar sum eitt felag við aling í tveimum londum, og at málini um burðardyggan vøkstur verða rokkin, umframt at framsøknu íløguætlarnirnar verða framdar.
Sum liður í fimm ára burðardyggu íløguætlanini fer Bakkafrost at gera íløgur á umleið 6,2 milliardir krónur til tess at økja um burðardyggu framleiðsluna av hágóðsku laksi við meira enn 40%. Ein munandi partur av hesum íløgum verða framdar í Skotlandi.
Íløgurnar fara at skapa nýggj størv og búskaparligan vøkstur í útjaðaranum í Skotlandi, umframt at tær fara at styrkja avrikið og betra um dagliga aliraksturin til gagns fyri tey meira enn 600 starvsfólkini, ið starvast á vestursíðuni av Skotlandi og á Hebridunum. Íløgurnar í Skotlandi fara eisini at geva íkast til yvirskipaðu laksavinnuna í Skotlandi.
Bakkafrost metir, at tað framvegis eru nógvir ónýttir møguleikar í skotsku alivinnuni fyri at skapa burðardyggan vøkstur, betra um raksturin og at førleikamenna. Útbygging við sonevndum RAS-skipanum á smoltstøðum, ið tryggja, at meginparturin av vatninum í framleiðsluni verður endurnýttur, er avgerandi fyri at skapa burðardyggan vøkstur. Smoltstøðin Applecross er tann fyrsta við RAS-tøkni, ið fer at framleiða smolt á 500g. Hetta fer at styrkja um fiskaheilsuna og fiskavælferðina umframt at minka um umhvørvisligu árinini av laksaaling.
RAS-tøknin fer framyvir at verða nýtt á øllum smoltstøðum, og kemur hetta at umskipa alingina í Skotlandi. Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost samtakinum, hevur kunngjørt, at næsta nýggja smoltstøðin í Skotlandi skal byggjast í sunnara parti av Skotlandi. Nærri kunning um hesa verkætlan kemur í næstum.
Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost-samtakinum, sigur í viðmerking:
- Vit síggja stórt virði í skotska upprunanum, og sterka marknaðarstøðan hjá skotskum laksi var ein av orsøkunum til, at vit valdu at keypa The Scottish Salmon Company. Harumframt síggja vit góðar møguleikar fyri at gerast fremsti og mest burðardyggi laksaframleiðarin í Skotlandi. Navnabroytingin til Bakkafrost Scotland er ein varði í okkara “One Company”-strategi, ið hevur til endamáls at gagnnýta styrkirnar í báðum feløgum og at deila royndir, soleiðis at vit gerast enn betri. Navnabroytingin vísir eisini, at skotska virksemið nú er ein samantvinnaður partur av Bakkafrost-samtakinum, og vit síggja fram ímóti at síggja úrslitini av okkara íløguætlan, ið fer at skapa størv og vøkstur í lokalsamfeløgunum.
Fleiri enn 600 fólk starvast í Bakkafrost Scotland. Virksemið er í høvuðsheitum staðsett í vestara parti av Skotlandi og á Hebridunum, har Bakkafrost hevur fleiri enn 60 aliøki. Bakkafrost hevur harumframt júst latið upp nýggja høvuðsskrivstovu í Drumsheugh Gardens í Edinburgh, har meginparturin av umsitingini heldur til.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2022
165 hava staðið prógv í ár – ongantíð áður hevur Fróðskaparsetur Føroya latið so mong prógv sum í 2022
Norðurlandahúsið var í gjár karmur um hátíðarhaldið, tá prógvini frá Fróðskaparsetri Føroya vórðu handað á hesum sinni.
Í ár hava 165 kvinnur og menn staðið prógv. 125 hava staðið bachelorprógv, 18 masterprógv og 22 hava staðið onnur prógv, so sum hjánám, ískoytisprógv o.a.
Síðani seinastu prógvhandan á sumri 2021, hava 58 staðið prógv, og hesi verða eisini hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum í morgin. Hetta merkir, at samanlagt hava 223 lesandi staðið prógv á Fróðskaparsetri Føroya seinastu 12 mánaðirnar.
Hetta var fyrstu ferð, at Setrið útskrivar bachelorprógv í listaligum arbeiði og í løgfrøði.
Prógv til prógvhandanina 24. juni 2022:
21 bachelor í sjúkrarøktarfrøði
5 master í heilsuvísindum
3 master í fólkaheilsu
4 bachelor í føroyskum
1 hjánám í føroyskum
8 bachelor í listaligum arbeiði (TEY FYRSTU, SUM FÁA PRÓGV)
35 bachelor sum fólkaskúlalærari
28 bachelor sum námsfrøðingur
6 ískoytisprógv fyri lærarar
1 ískoytisprógv fyri námsfrøðingar
14 prógv á masterstigi í námsfrøðiligari útbúgving av lærarum á miðnámsskúlum, yrkisskúlum og vinnuskúlum
1 bachelor í KT-verkfrøði
1 bachelor í vistfrøði
7 bachelor í búskaparfrøði
12 bachelor í løgfrøði (TEY FYRSTU, SUM FÁA PRÓGV)
1 bachelor í politikki og umsiting
3 bachelor í samfelagsvísindum
4 bachelor í søgu
2 master í politikki og umsiting
4 master í sosialvísindum og samfelagsplanlegging
4 master í søgu
Tilsamans 165 prógv í 2022
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2022
Skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar fingu prógv í hósdagin
Hósdagin var prógvhanda á Vinnuháskúlanum har 10 skiparar, 12 skipsførarar og 9 maskinmeistarar fingu prógv.
Skiparar
Jónhard Joensen, Marni Mohr Leo, Bjarni Árnason Dalsgaard, Sigurbjørg Áróra Ásgeirsdóttir, Jógvan Martin Rubek Davidsen, John Erik Eidesgaard, Pætur Johannessen, Benjamin við Líragil.
Harafturat Brian Thomsen og Bergleif Láberg sum ikki vóru til staðar, tá myndin var tikin.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl fingu:
Pætur Johannessen fekk ein kikara frá P/F Thor
Benjamin við Líragil fekk eitt klokkusett frá Faroe Ship
John Erik Eidesgaard fekk eitt klokkusett frá Faroe Agency
Ídnisvirðislønina, eitt lummaur frá Antares, fekk Bjarni Árnason Dalsgaard
Skipsførarar
Karl Joensen, Jóhan Herálvur Hentze, , Rúni Johannesen, Andrias Steinberg, Rúni Davidsen, Annfinnur Garðalíð, Jón Alvi Hjelm, Dánial Jákup Djurhuus Hansen, Mikkjal Agnar Michelsen, Sørin Wardum og Búgvi Fagraklett.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl fingu:
Rúni Davidsen fekk eitt ur frá Smyril Line
Karl Joensen fekk eitt Klokkusett frá Betri Samtakinum
Andrias Steinberg fekk eitt ur frá Skansi Offshore
Ídnisviriðslønina, Dánial Jákup Djurhuus Hansen fekk eina gávu frá Lederne Søfart
Hægsta miðal próvtal skipsførarar: Rúni Davidsen, sekstant frá Skipara- & Navigatørfelagnum
Maskinmeistarar
Bjartur Berg í Lágabø, Ellindur Ólavsson Lydersen, Andrias á Marknagili, Páll Ólavsson, Álvur Marnason Zachariasen, Ólavur Sjúrðaberg Petersen, Tóki Mørkøre og Bjartur Debes Isaksen.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Páll Ólavsson fekk ein grindaknív frá S.E.V.
Tóki Mørkøre fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum
Andrias á Marknagili fekk ein kikara frá Norðoya Sparikassa
Ídnisviriðslønina, eitt ur frá A.P. Møller, fekk Andrias á Marknagili
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2022
Fyritøkan húsast í dag í trimum bygningum, men nú verður farið undir nýtt høvuðssæti
Smyril Line skal byggja nýtt høvuðssæti í høvuðsstaðnum. Tað sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri, við danska miðilin Søfart.dk.
Nýggja stásiliga høvuðssætið verður bygt á Molanum, nú alt virksemið hjá bingjuskipunum verður flutt longur út.
- Plásstrot hevur verið í fleiri ár, og tað hevur við sær at okkara virksemið er spjatt út á tríggjar ymiskar bygningar í Havn.
- Tað er serliga fraktvirksemið, sum hevur havt plásstrot, og hetta gera vit nakað við og miðsavna alt á einum stað, sigur Jens Meinhard Rasmussen við Sørfart.
Nýggi bygningurin er ein nýggjur ferðafólkaterminalur, pakkhús og skrivstovubygningur. Hann verður 8000 fermetrar stórur, sigur Jens Meinhard Rasmussen við útvarpið.
Miðað verður at flyta inn í nýggja bygningin í fyrru helvt av 2024.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2022
Tey bæði nýggju skipini eru ikki bíløgd enn, men Jens Meinhard Rasmussen heldur, at 2025 er eitt gott boð til nær fyrsta skipið kemur
Smyril Line fyrireikar seg til at endurnýggja flotan hjá sær. Hetta fyri at økja um nøgdina á rutunetinum, men eisini fyri at minka um co2 útlátið.
Tað sigur Jens Meinhard Rasmussen við danska miðilin Søfart. Hann er tíðindafróður í hesum døgum, og hevur eisini váttað, at Smyril Line fer at byggja nýtt høvuðssæti á Molanum. Eitt høvuðssæti, sum fevnir um ferðafólkaterminal, pakkhús og skrivstovu, og sum skal vera liðugt í 2024.
- 2025 sær út til at vera eitt gott boð uppá avhending av fyrsta skipinum. Men tað er umráðandi at siga, at vit enn ikki hava endaliga bílagt nakað skip enn, sigur Jens Meinhard Rasmussen.
- Sum øll vita, er tað inflatión og rávøruprísirnir hkka, so tað er trupult at taka so stóra og týdningamiklar avgerðir. Hetta kann hava ávirkan á, nær vit bíleggja skipini.
Smyril Line rekur í dag umframt Norrønu fimm sonevnd ro/ro skip. Eitt av teimum er leigað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2022
Tað er bert O. C. Joensen á Oyri, sum rekur henda fiskiskap. Góðkenningin hevur stóran týdning fyri felagið
Føroyski fiskiskapurin eftir jákupsskel er nú vorðin góðkendur av Marine Stewartship Council, MSC.
Góðkenningin er galdandi frá 1. september 2021, og tað merkir, at jákupsskeljar, ið eru fiskaðar eftir 1. september í fjør, kunnu merkjast við góðskumerkinum frá MSC.
Tað serliga við føroyska fiskiskapinum eftir jákupsskel er, at tað er bert tað eina felagið, O. C. Joensen á Oyri, sum rekur henda fiskiskap, og at fiskiskapurin er røktur við einum skipið í fleiri áratíggjur.
Í tíðindaskrivi ynskir Gisli Gíslason, stjóri verkætlanarstjóri fyri MSC í Norðurhøvum, føroyingum og serliga FISF (Faroe Islands Sustainable Fisheries) til lukku við góðkenningini.
- Hesin fiskiskapurin hevur prógvað, at tey megna at halda strongu krøvini, og kunnu bjóða eina framúr góða vøru til marknaðin. O. C. Joensen hevur verið støðufast í royndini at lúka marknaðarkrøvini, sigur hann.
Durita í Grótinum, leiðari fyri Faroe Island Sustainable Fisheries sigur:
- Góðkenningin av jákupsskeljafiskiskapinum í føroyskum sjógvi er enn einn varði hjá føroyskari fiskivinnu. Vit eru á einari ferð fyri at fáa umsitingina av okkara fiskivinnu góðkenda sum burðardygg. Í fjør varð toska- og hýsufiskiskapurin í føroyskum sjógvi góðkendur, og harvið fekk okkara mest týðandi botnfkiskiskapur góðkenning.
- Tað hevur verið tíðarkrevjandi at fáa jákupsskeljafiskiskapin góðkendan, men vit eru nøgd við, at tað nú er eydnast. Havstovan hevur spælt ein týðandi leiklut í hesi tilgongdini við at fáa allar dátur til vega til tess at sannføra altjóða serfrøðingarnar, sigur Durita í Grótinum.
Hans Andrias Kelduberg, nevndarformaður í O. C. Joensen sigur soleiðis í tíðindaskrivinum:
- Vit í OCJ eru sera nøgd við viðurkenningina. Vit hava virkað í hesi vinnuni í fleiri áratíggjur og avmarka fiskiskapin til bert eitt far í avmarkaða tíð av árinum, júst fyri at varðveita lívmegnið – biomassan – av jákupsskel og verja vistskipanina har fiskiskapurin fer fram. MSC-góðkenningin av fiskiskapinum hevur stóran týdning fyri okkara kundar, tí teir harvið fáa prógv fyri, at altjóða serfrøðin hevur kannað okkara fiskiskap.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2022
Spf. H.J. Asfalt í Klaksvík hevði í fjør eitt avlop upp á 4 milliónir. Seinastu tvey árini eru 9 milliónir lutaðar út til eigararnar í vinningsbýti
Tað eru fleiri fyritøkur í Føroyum sum taka sær at asfaltera vegir o.a. Ein teirra er Spf. H.J. Asfalt í Klaksvík, sum hevur almannakunngjørt roknskapinum fyri 2021 og sum vit her fara at lýsa.
H.J. Asfalt eru kendir fyri at gera stórt og smátt asfalteringsarbeiði runt um í Føroyum. Millum annað asfalteraði felagið nýggja Eysturoyartunnilin.
Roknskapurin hjá Spf. H.J. Asfalt fyri 2021 vísir, at bruttovinningurin er fallin úr 18,3 milliónum krónum í 2020 til 13,6 milliónir í 2021, sum er ein minking á 26 prosent. Tað skal tó sigast, at felagið hevið ein sera stóran vøkstur í bruttovinninginum í 2020. Støðið í 2021 liggur kortini væl hægri enn í 2019 og árini frammanundan.
Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt Ebidta, var 6,5 milliónir krónur í 2021, móti 10,8 milliónum í 2020. Sum sæst á myndini, so er støðið kortini væl hægri enn undanfarin ár, tó undantikið av 2020.
Árið 2021 gav eitt samlað avlop eftir skatt á 4 milliónir, sammett við 7,4 milliónir krónur í 2020, sum áður sagt var eitt óvanliga gott ár. Ársúrslitið 2021 er tó væl hægri enn árini áðrenn 2020.
Aðalfundurin hevur samtykt at luta 3 milliónir krónur av ársúrslitinum út sum vinningsbýti til eigararnar. Samlaði fíggjarjavnin hjá H.J. Asfalt var 16,3 milliónir krónur í 2021 samanborið við 22,8 milliónir í 2020.
Serliga sæst, at ognir í umferð eru minkaðar úr 15,3 milliónum í 2020 til 8,3 milliónir krónur í 2021.
Orsøkin er serliga, at tøkur peningur er minkaður úr 13,6 milliónum í 2020 til 3,6 milliónir krónur í 2021. Áogn frá sølu er økt úr 1,7 milliónum krónum í 2020 til 4,7 milliónir í 2021.
Støðisognirnar eru í alt 8 milliónir krónur í 2021, sum serliga er rakstrarútgerð hjá felagnum.
Eginognin hjá H.J. Asfalt var við árslok 2021 í alt 9,4 milliónir krónir, íroknað tær 3 milliónirnar, sum vóru í uppskoti til vinningsbýti. Trygdarevnið hjá felagnum var 58 prosent, sum verður roknað sum eitt fíggjarliga sterkt felag.
Felagið hevði við árslok 2021 eina langfreistaða skuld á 128.000 krónur sammett við 2,1 milliónir krónur í 2020.
Stuttfreistaða skuldin er eisini minkað úr 8,7 til 6,1 milliónir krónur í 2021.
Gjaldførið hjá H.J. Asfalt var rímuliga gott við árslok 2021. Gjaldførislutfallið var 134,4 prosent, sum vanliga eigur at verða hægri enn 100 prosent. Tann tøki peningurin hjá felagnum við árslok 2021 var 3,6 milliónir krónur.
Um hugt verður eftir lyklatølunum fyri H.J. Asfalt kann síggjast at árið hevur verið sera gott bæði fyri felagið og tess eigarar.
Ognaravkastið, sum sigur hvat ið rakstrarúrslitið áðrenn fíggjarpostar var í mun til samlaða fíggjarjavnan, var heili 31 prosent, sum verður mett at vera sera gott.
Lyklatalið var 41 prosent í 2020, men var tá óvanliga gott samanborið við undanfarin ár.
Eginpeningsavkastið, sum sigur hvat úrslitið er í mun til eginpeningin, var heili 76 prosent. Sigast skal eisini at eigarin hevur fingið útlutað 6 milliónir krónur í vinningsbýtið í 2020 og 3 milliónir í 2021.
Samanlagt má staðfestast at 2021 roknskapurin hevur verið sera góður hjá Spf. H.J. Asfalt.
Høvuðspartaeigari av Spf. H.J. Asfalt er Spf. 01.12.1997 í Klaksvík.
Stjóri í Spf. H.J.Asfalt er Leif Berg Jacobsen og nevndarforkvinna er Sunnivá Berg Jacobsen, bæði úr Klaksvík.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2022
Jákup Sverri hevur verið á svartkalvatúrinum fyri 2022, og fyribilsúrslitið frá túrinum í ár gav í miðal 106 kg svartkalva per troltíma
Jákup Sverri hevur verið á svartkalvatúrinum fyri 2022, og fyribilsúrslitið frá túrinum í ár gav í miðal 106 kg svartkalva per troltíma.
Í miðal fyri árini 1995-2021 vóru fiskaði 115 kg av svartkalva um tíman, so í 2022 var veiðan eitt vet undir miðal.
Veiða uppá roynd fyri svartkalva. Miðalveiðan fyri 1995-2021 (stiplaða linjan) var 115 kg um tíman. Í ár var veiðan 106 kg um tíman.
Av tí at ymiskt arbeiði skuldi gerast umborð á Jákup Sverra áðrenn fráferð, bleiv túrurin einans tríggjar dagar langur og ikki seks sum ætlað. Av tí sama vórðu einans 11 støðir tiknar og tær vóru allar eystanfyri.
Av 2.680 longdarmátaðum svartkalvum vóru umleið 70% millum 45 og 55 cm langir, tvs. smáur svartkalvi. Magakanningar vístu, at svartkalvi í høvuðsheitum etur svartkjaft.
Svartkalvakanning hevur verið gjørd á hvørjum ári síðani 1995.
Á hesum túri verður svartkalvi kannaður í kantinum á føroyska landgrunninum. Troldýpið liggur vanliga millum 400 og 500 metrar og botnhitin er vanliga um 1-2 °C.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2022
Tingmaðurin Henrik Old fylti 75 ár í vikuni. Í tí sambandi gav Javnaðarflokkurin honum eina heilt serliga føðingardagsgávu
Javnaðartingmaðurin Henrik Old fylti 75 ár mánadagin 20. januar. Hann er sín egin, og tí skuldi eisini heilt serlig føðingardagsgáva til.
- Einaferð kom eitt blómutyssi suður til Vágs, tá Henrik hevði føðingardag. Tá bilførarin kom við blómunum, bað Henrik hann heldur seta tær av hjá seyðinum. Blómur kundi hann ikki brúka til nakað sum helst, men kanska seyðurin fekk gleði av teimum. ”So hevði verið nógv betri við einum sekki av kraftfóðri”, helt hann fyri.
Og so bleiv. Javnaðarflokkurin heilsað mánadagin Henriki við køku, sjokulátu og einum sekki av kraftfóðri.
- Aldurin hvørki sæst ella merkist á manninum, sum júst er komin aftur úr Grønlandi, har hann hevur verið á fundi við Útnorðurráðnum. Orkan er sum á einum unglingi. Hann arbeiðir, passar abbabørn og seyð og gongur høgt uppí at vitja og minnast tey rundan um seg. Spurningurin er, hvat slag av kraftfóðri hann sjálvur fær, skrivar Javnaðarflokkurin skemtiliga.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2022
- Tú ert ein sólskinssøga, segði forkvinnan í Megd í røðu síni fyri studentinum
Í farnu viku var serlig próvhandan á Tekniska skúla í Klaksvík, tá Pætur Ólason Olsen fekk miðnámsprógv eftir at hava gingið í fýra ár á tekniska skúlanum.
Tað var Rúni Heinesen, skúlastjóri, ið handaði prógvið, og røða varð hildin av Tóru við Keldu, sum er forkvinna í Megd. Tóra segði millum annað:
- Pætur, í dag fært tú húgvuna við litunum svart, grønt og gult. Tú hevur nú gingið á Tekniska skúla í fýra ár, og tíðin hjá tær at fara víðari er komin. Eg havi frætt, at tú tímir væl at tosa um tað, sum hevur tín áhuga. Tú ert stuttligur og dámar væl at skemta. Tú hevur gingið í fólkaskúla, á Rásini og hevur eisini arbeitt millum annað hjá Grant og á fiskavirkinum í Gøtu.
- Arbeiðssamur ert tú, og tað, tú gert, gert tú ordiligt. Serliga, tá ið tú fært greitt at vita, hvat tú skalt gera. Nú tú fert víðari, hevur tú ment teg bæði fakliga og sosialt. Starvsvenjingini hjá JT electric á Kambsdali var væl eydnað, og at forbinda káplar gongur bæði skjótt og væl.
- Ja, hetta er ein sólskinssøga, sum tit og vit øll kunnu vera errin av – serliga tú, Pætur.
Øll røðan hjá Tóru við Keldu umframt fleiri myndir síggjast á heimasíðuni hjá Megd
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2022
Á aðalfundinum hjá European Students’ Union (ESU) í Paris herfyri, varð forsetin í MFS, Tór Marni Weihe, valdur í starvsnevndina hjá ESU. Hetta var fyrstu ferð í søguni hjá ESU, at eitt limafelag á sínum fyrsta aðalfundi sum fullur limur valdi at stilla upp valevni til starvsnevndina – og eydnaðist við at fáa valevnið valt inn
Sambært Tór Marna Weihe er hetta eitt stórt framstig fyri Føroyar og føroysk lesandi.
– Hetta er eitt risastórt framstig upp á nógvar mátar. Fyrst og fremst er hetta ein evropeisk álitisváttan til MFS, ið luttók fyri fyrst ferð sum fullur limur. Men hetta er eisini eitt framstig fyri føroysk lesandi, tí at hóast eg í starvsnevndini skal arbeiða fyri øll lesandi í Evropa, so slepst ikki undan, at MFS nú hevur eina rødd í maskinrúminum í ESU, og tað kann bara gagna føroyskum lesandi og føroysku útbúgvingarskipanini.
Umframt at fáa valevni valt í starvsnevndina hjá ESU, var aðalfundurin í Paris eisini søguligur á annan hátt. Tað eydnaðist nevniliga MFS at fáa Føroyar við í arbeiðsætlanina hjá ESU, og tí fer ESU fyri fyrstu ferð at arbeiða ítøkiliga fyri føroyskum lesandi.
– Tað eydnaðist okkum at fáa eina orðing um Erasmus+ í arbeiðsætlanina hjá ESU, soleiðis at ESU nú hevur bundið seg til at virka fyri, at føroysk lesandi fáa atgongd til Erasmus+. Hetta verður sjálvandi ikki loyst í eini handavending, men fyri fyrstu ferð er tað altso greiður og ítøkiligur stuðul til Føroyar í Evropa, greiðir Niels Arge, altjóða skrivari í MFS, frá.
MFS fekk fullan limaskap í ESU í november í fjør. Av tí at hvørt land hevur tvær atkvøður í ESU, hava Føroyar líka nógvar sum atkvøður sum t.d. Týskland og Frakland.
ESU umboðar umvegis síni 45 limafeløg úr 40 evropeiskum londum fleiri enn 20 milliónir lesandi. ESU situr við borðendan allastaðni, har avgerðir um evropeiskan útbúgvingarpolitikk verða tiknar, og førir eisini fram sjónarmiðini hjá lesandi í øllum týdningarmiklum felagsskapum, ið taka avgerðir um viðurskiftini hjá lesandi – eitt nú tí máttmikla Bologna-fylgibólkinum (Bologna Follow-Up Group), Evropeiska Samveldinum, Evroparáðnum og UNESCO.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2022
Felagssangur og stórt bál var í Sandagerði týskvøldið
Tað var ein hugnalig løta í Sandagerði týskvøldið, tá summarstólstøður vóru. Í Tórshavnar kommunu hevur dagurin verið hildin hesi nógvu seinastu árini við at skótarnir kynda stórt bál í Sandagerði, og fólk savnast at hoyra røður, dansa og syngja felagssangir.
Ólavur Frederiksen tók myndirnar:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2022
Ætlanin er, at Bústaðir byggja, eiga og leiga út seks leigubústaðir á Snæbjarnarvegi, vesturi á Heyggi í Hvalba
Í vikuni hava Hvalbiar kommuna og Bústaðir gjør avtalu um bygging av leigbústøðum.
Bústaðir keypa grundøki frá kommununi til endamálið, sum er tilsamans 2.262 fermetrar.
Ætlanin er, at Bústaðir byggja, eiga og leiga út seks leigubústaðir á Snæbjarnarvegi, vesturi á Heyggi í Hvalba.
– Í eina tíð hevur samskifti verið millum kommununa og Bústaðir um hendan møguleikan, og eisini fyriliggja skitsuuppskot til, hvat ið ætlanin er at fáa bygt. Fyrireikingarnar halda nú áfram og verður mett, at nærri kunning um verkætlanina er tøk á heysti 2022, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2022
Tórshavnar kommuna hevur játtað 25 milliónir krónur afturat, og kommunan fer sostatt at fíggja sín part av verkætlanini við 132 milliónum krónum
Fíggingin uppá 218,9 milliónir krónur til stórhøllina er nú fingin til vega. Seinastu mánaðirnar eru prísirnir á tilfari, veitingum og flutningi hækkaðir, serliga vegna kríggið í Ukraina. Vísandi til óvissuna, ið valdar á marknaðinum, er ikki møguligt at gera avtalur um tilfar og veitingar við undirveitarar og harvið fastlæsa byggiprísin, fyrr enn endalig avgerð er tikin um, at farið verður undir at byggja stórhøllina.
Gjørd er tí nýggj kostnaðarmeting, ið ljóðar uppá 242 milliónir krónur, sum fastur prísur, tvs. íroknað lønar- og prísvøkstur. Ætlanin er, at kommunan fíggjar hetta soleiðis, at samlaði karmurin er 132 milliónir krónur.
Sambært fíggjar- og gjaldførisætlanini er ætlaða játtanin hjá kommununi 132 milliónir býtt yvir trý ár. Sum stovnari veitir Tórshavnar kommuna sjálvsognarstovninum Føroya Arena trygd fyri, at parkeringsøkið verður liðugtgjørt, og at nøktandi tal av parkeringsplássum – herundir felags parkeringsplássum – eru tøk til hentleikarnar í økinum.
Sjálvsognarstovnurin eigur og rekur høllina. Kommunan letur sjálvsognarstovninum lendið undir høllini sum stovnandi fæ og brúksrætt til øki til parkering, sum verður lagt í sjálvstøðugan matrikul.
Tórshavnar kommuna skal sambært uppskotinum til viðtøkur stovna øroya Arena, ið er sjálvsognarstovnur, hvørs endamál er at byggja og reka eina stórhøll, ið kann rúma stórum ítróttartiltøkum, messum, mentanartiltøkum av ymsum slag og vera partur av føroysku krepputilbúgvingini.
Sjálvsognarstovnurin fær heimstað í Tórshavnar kommunu, men stovnarin ella tey, ið hava skotið pening í verkætlanina, hava eingi rættindi í mun til ognirnar hjá stovninum. Sjálvsognarstovnurin er sjálvstøðug løgfrøðilig eind, leysur og óheftur av stovnaranum.
Ein nevnd við fimm limum skal veljast at stýra grunninum. Tórshavnar kommuna velur tveir nevndarlimir, Vinnuhúsið ein, ÍSF ein og Visit Faroe Islands velur ein lim. Limirnir verða valdir fyri tvey ár í senn. Til at standa fyri sjálvari byggingini av høllini, velur nevndin eina bygginevnd, ið skal sita, til høllin er liðug og avhendað sjálvsognarstovninum.
Á fundinum í vikuni valdi býráðið nevndarlimirnar soleiðis: Fyri Vinnuhúsið Bergur Poulsen, varalimur Ester Dahl, fyri VisitFaroeIslands Guðrið Højgaard, varalimur Annleyg Lamhauge, fyri ÍSF Elin Heðinsdóttir Joensen, varalimur John Kjær, fyri meirilutan í býráðnum Heðin Mortensen, varalimur Annfinn Brekkstein. Fyri minnilutan varð vald Annika Olsen, sum varalimur varð vald Gunvør Balle.
Samskift er við Hondbóltsamband Føroya og Flogbóltssamband Føroya um krøv til høllina í sambandi við altjóða dystir. Hondbóltssamband Føroya upplýsir við støði í ráðgeving frá norska hondbóltssambandinum, at høll sum henda er góðkend til altjóða dystir. Flogbóltsamband Føroya upplýsir, at høllin verður góðkend til altjóða dystir upp til kategori 3. Høllin uppfyllir eisini krøvini til sjónvarping.
Staðseting av stórhøllini hevur verið viðgjørd sum liður í samlaðu skipanini av Stórutjørn. Tað er mest skynsamt at staðseta ítróttarøkið norðalaga í økinum, soleiðis at ítróttaøkið verður skipað sum eitt samlað øki, sum umframt at hýsa stórhøllini somuleiðis við tíðini kemur at fevna um aðrar ítróttahentleikar.
Tilmælið var at stovna Føroya Arena sum sjálvsognarstovn og at samtykkja viðtøkurnar fyri Føroya Arena, og at veita stuðul uppá 132 milliónir til bygging av stórhøllini yvir trý ár. Málið varð samtykt við 12 fyri og einari blankari atkvøðu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2022
Ein á verður gjørt oman á verandi Havnará. J&K Petersen vunnu útboðið við lægsta tilboði, og býráðið hevur samtykt at játta samanlagt 12 milliónir til endamálið
Í sambandi við fyrireikingararbeiðið til verkætlanina at lata ein part av Havnará upp, hevur verið neyðugt at kanna fleiri viðurskifti, áðrenn farast kundi í holt við sjálvt projekteringsarbeiðið.
Arbeitt hevur somuleiðis verið við uppskoti til tekniska loysn, hvussu áin kann latast upp við reinum vatni, har dálkað vatn verður leitt uttan um sjálva ánna.
Í tilgongdini hevur verið arbeitt við møguleikanum partvíst at lata Havnará upp, men verður hetta ikki mett ráðiligt, sum umstøðurnar eru í dag. Tí tekur verkætlanin støði í at gera eina á oman á verandi Havnará.
Verkætlanin fevnir í fyrsta umfari um strekkið frá Betri Banki og oman til sunnara enda á tinghúsvøllinum, har standmyndin av R.C. Effersøe stendur.
Zeta Architects hava tilevnað eitt skipanaruppskot, sum lýsir arkitektoniska konseptið, har arbeitt verður við trimum hugtøkum; botnur, áarbakki og vatn.
Uppskotið, sum fevnir um eina nýggja og nútímans á, vísir á eina loysn í trimum stigum, har áin rennur ígjøgnum ymisk býarrúm og tillagar seg til umstøðurnar við at broyta dám og eginleikar.
Til tíðir er áin lyft upp úr gøtuni, aðrastaðni flýtur hon saman við gøtuni og aftur aðrastaðni grevur hon seg niður í gøtuna.
J&K Petersen vunnu útboðið við lægsta tilboði og býráðið hevur í kvøld samtykt at játta samanlagt 12 milliónir krónur til endamálið. Sum skilst verður ikki farið undir arbeiðið, fyrrenn summartiltøkini í miðbýnum eru liðug. Løgtingið lutekur í verkætlanini og rindar ein part.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2022
Tórshavnar býráð samtykti í vikuni einmælt eina prinsippavtalu, ið sum frálíður fer at slóða fyri at seta gongd á stóru campus-verkætlanina hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum, býráðsumsitingin kann øll sum hon er flyta inn í Sjóvinnuhúsið – og kommuan yvirtekur gamla studentaskúlan í Hoydølum
Síðani Skúlin á Fløtum flutti úr bygningunum á Frælsinum hevur samskifti við millumbilum verið millum Tórshavnar kommunu og Føroya landsstýri um, hvat bygningarnarnir á Frælsinum, ið eru samogn millum landið og kommununa, skulu brúkast til. Partur av hesum samskifti hevur snúð seg um skúlabygningin í Hoydølum, ið somuleiðis stendur tómur.
Í eini roynd at finna eina loysn á fleiri avbjóðingum undir einum, eru Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið komin ásamt um at leggja fram eina makaskiftisloysn, ið loysir hølistrupulleikarnar hjá bæði landsmyndugleikunum og kommununi og letur upp fyri, at sjøtul kann setast á stóru campus-verkætlanina hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum.
Fróðskapasetur Føroya heldur í dag til í fleiri bygningum, eitt nú í Sjóvinnuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu. Ein ætlan um at savna Fróðskaparsetrið í einum campus-øki á Frælsinum hevur leingi verið í umbúna. Samstundis hevur kommunalt politiskt ynski verið frammi um at savna alla fyrisitingina hjá Tórshavnar kommunu á einum stað.
Við at flyta Fróðskaparsetrið úr leigumálinum í Sjóvinnuhúsinum og út í bygningarnar á Frælsinum og við at flyta fyrisitingina hjá kommununi úr mongu bygningunum í miðbýnum og út í Sjóvinnuhúsið, verða atlit tikin til ynskini hjá bæði Tórshavnar kommunu og Fróðskaparsetrinum.
Tórshavnar kommuna eigur 40 prosent av bygninginum og økinum á Frælsinum, og landið eigur hini 60 prosentini. Harumframt eigur Tórshavnar kommuna alla lon 4, ið er sambygd restina av bygningunum á Frælsinum.
Í eini avtalu, ið samstundis er ein makaskiftisavtala, er ætlanin at lata landinum ognarrættin á teimum 40 prosentunum av samognini á Frælsinum umframt alla lon 4, móti at kommunan fær gamla studentaskúlabygningin í Hoydølum, og at kommunan samstundis gerst leys av einum gávulyfti, ið Tórshavnar býráð í 1990 gav Fróðskaparsetrinum um at lata lendi til víddar umleið 50.000 fermetrar til nýtt Fróðskaparsetur í Marknagili.
Avtalan inniber somuleiðis, at Fróðskaparsetrið fer úr leigumálinum í Sjóvinnuhúsinum skjótast gjørligt og í seinasta lagi við ársenda 2024.
Fíggjarnevndin samtyki í morgun eitt tilmæli um at taka undir við fyriliggjandi uppskoti til prinsippavtalu millum kommununa og landsstýrið. Hetta varð somuleiðis einmælt samtykt av býráðnum í kvøld.
Tíðindaskriv frá Tórshavnar kommunu
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2022
16 fólk fleiri búgva í kommununi í mun til somu tíð í fjør
Fólkatalið í Tvøroyrar kommunu er í dag 1.783 í mun til 1.766 fyri júst einum ári síðan, svarandi til ein vøkstur á 16 fólk ella umleið 1 prosent.
Tað skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.
Í longri tíð hevur fólkatalið í kommununi gingið rætta vegin, og hevur verið støðugur vøkstur síðan 1. desember 2019, tá 1.703 borgarar vóru í kommununi. Í dag eru 80 fleiri borgarar enn tá. Hetta svarar til ein vøkstur upp á uml. 4,6 prosent í fólkatalinum.
Tað nærkast fólkatalinum frá 2004, sama dato, tá 1.787 fólk búðu í kommununi.
- Annars skulu vit heilt aftur til 1994 fyri at finna nevnivert fleiri fólk, júst sama dato. Tá vóru 1.864 fólk í kommununi, verður sagt.
Fólkatølini seinastu 12 mánaðirnar í kommununum í Suðuroynni sær soleiðis út (fyrra talið er 24. juni 2021 og tað seinna er 24. juni 2022)
Fámjin 83/81 = -2
Hov 103/104 = +1
Hvalba 680/669 =-11
Porkeri 328/330 =+2
Sumba 359/347 = -12
Tvøroyri 1769/1782 = +17
Vágur 1362/1361 = -1
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2022
Heðin Mortensen, borgarstjóri og Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverk, undirskrivaðu avtaluna í vikuni
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverk, undirskrivaðu mánamorgunin avtalu um avhandan av landsvegum.
Tórshavnar kommuna hevur nevniliga gjørt eina avtalu við Landsverk um at yvirtaka fleiri landsvegateinar – eitt nú Hvítanesvegin, Kúrdalsveg, part av Oyggjavegnum og part av Velbastaðvegnum.
Hvítanesvegurin verður yvirtikin frá vegamótinum við Eystara Ringveg og til nýggju rundkoyringina til Eysturoyartunnilin, góðar tríggjar kilometrar. Samstundis verður vegastubbin oman til rulluportrið á Hvítanesi eisini yvirtikin.
Kúrdalsvegur frá Hvítanesvegnum og oman í túnið við gomlu Royndarstøðina í Hoyvík verður yvirtikin. Somuleiðis verður Oyggjarvegurin fra vegamótinum Vestari Ringvegur og til íbindingina við Hotel Føroyar yvirtikin. Tað sama er galdandi fyri Velbastaðvegin, frá vegamótinum við Marknagilsvegin og niðan til rulluportrið við Norðasta Horn.
Orsøkirnar til slíkar yvirtøkur koma oftast, tá talan er um býarvøkstur, og nú kommunan yvirtekur hesar vegir verða samstundis fleiri øki atkomulig fyri býarvøkstri, bæði tá talan er um bústaðabygging, vinnuøki og eitt nu parkeringsøki, skrivar Tórshavnar kommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2022
Talan er um tríggjar flokkar á Tórshavnar Kvøldskúla, og eru flokkarnir á stigi eitt, tvey og trý
Fríggjadagin fingu 26 tilflytarar prógv í føroyskum sum annaðmál. Talan er um tríggjar flokkar á Tórshavnar Kvøldskúla, og eru flokkarnir á stigi eitt, tvey og trý.
Undirvísarar hava verið Anna M. Hentze, Petra Olsen, Ragnhild Olsen, Jóna Kristin Thomsen og Vár Haraldsen.
Í sambandi við próvhandanina varð skipað fyri hugnaligari samkomu og hátíðarløtu á Kvøldskúlanum, har Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari, handaði næmingunum prógvið.
Tórshavnar Kvøldskúli hevur í fleiri ár skipað fyri miðvísari frálæru í føroyskum fyri tilflytarar, og higartil hava fleiri enn 100 næmingar verið umvegis skipanina og lokið prógv.
Hetta hevur sera stóran týdning, sigur Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari á Tórshavnar Kvøldskúla.
Í røðu sínari legði hann dent á týdningin, sum mál og málførleikar hava til tess at røkka endamálinum um góða integratión. Eisini minti hann á týdningin tað hevur at tosa við tilflytarar á føroyskum.
Tað er stundum ein avbjóðing hjá tilflytarum at fáa arbeiði og undirvísing at ganga hond í hond, men førleikin í føroyskum hevur týdning og ágóðar, bæði fyri tilflytaran og fyri arbeiðsgevaran.
Føroyskt sum annaðmál er skipað í tøttum samstarvi millum Tórshavnar Kvøldskúla, Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið. Undirvísingin er skipað í trimum sigum eftir evropeiska CEFR-stiganum. Tað merkir í stuttum, at útbúgvingin er førleikamennandi og gevur atgongd til víðari lestur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2022
Nýggi parturin, sum varð vígdur leygrmorgunin, hevur pláss til 720 gravir
Farna leygarmorgun varð nýggi parturin av kirkjugarðinum í Vági vígdur.
Tað var Patrick de Neergaard, prestur, sum vígdi kirkjugarðin.
Siður er, at tað verður gingið tríggjar ferðir runt um tann partin, sum verður vígdur, meðan sungið verður. Aftaná túrarnar runt um kirkjugarðin, læs presturin Sl. 90,1-4 og fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna 15,1-2a og 3-4 og 19-22 og 40-44a og 49 og 53-57, skrivar Vágs kommuna.
Nýggi kirkjurgarður, sum hann verður róptur, bleiv vígdur í 1970 og aftur í 2009, hevði hann bert nøkur fá gravarpláss eftir.
Jón Vilhelm, gravari, sigur, at 730 gravir eru grivnar í nýggja kirkjugarði, og tann parturin, sum bleiv vígdur herfyri, hevur pláss til 720 gravir.
(Mynd: Vágs kommuna)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2022
Granskingarsamtakið Football is Medicine, sum Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum og Peter Krustrup, professari á SDU standa á odda fyri, fer nú í formligt samstarv við heimsheilsustovnin, WHO
Í januar 2020, beint áðrenn koronukreppuna, var stór altjóða ráðstevna í Føroyum við 250 luttakarum umboðandi fimm heimspartar. Hetta var triðja heimsráðstevnan fyri altjóða samstakinum “Football is Medicine” (FIM), sum Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum og Peter Krustrup, professari á SDU standa á odda fyri.
M.a. luttóku umboð fyri heimsheilsustovnin, WHO, á ráðstevnuni í Føroyum, og síðani hevur tætt samaband verið ímillum FIM og WHO.
Ráðstevan í 2021, sum skuldi vera í Liverpool, varð avlýst vegna koronustøðuna, og nú eru tríggjar nýggjar ráðstevnur settar á skránna, sum FIM og WHO fara at samstarva um.
Fyrsta ráðstevnan verður í Doha í Katar 4.-6. oktober í ár, har heilsumálaráðið í Katar er vertur. Hetta er beint undan HM-kappina í fótbólti, tí ætlanin er at brúka eina av heimsins størstu ítróttastevnum og miðlahendingum til at varpa ljós á kropsliga rørslu fyri heilsu og vælveru hjá børnum, vaksnum og sjúklingum.
Síðani vera FIM-2023- og 2024-ráðstevnurnar í ávikavist Atlanta, USA og Firenze, Italia.
- At WHO velur júst okkara gransking og okkara mongu granskingargrundaðu ítróttakonsept sum ítøkilig amboð at fremja fólkaheilsu altjóða, og at tey m.a. vilja brúka hesi fyri at røkka strategimálunum, tá tað ræður um kropsliga rørslu fram móti 2030, er enn ein staðfesting av, hvussu langt vit eru komin við okkara gransking í FIM-samtakinum, sigur Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya.
- Hetta er úrslitið av áralongum arbeiði runt um í øllum heiminum, og Føroyar og Fróðskaparsetrið eiga eisini ein avgerandi lut í hesum. Vit hava útgivið meira enn 300 vísindaligar greinar á hesum økinum, íroknað fleiri meta-analysugreinar í sterkum tíðarritum, og vit hava framt granskingar- og implementeringsverkætlanir í fleiri heimspørtum seinastu 20 árini, umframt at vit hava ment fleiri burðardygg rørslukonsept. Nú hava vit tikið enn eitt risafet móti globalari eksponering við einum formligum og javnbjóðis samstarvi við heimsheilsustovnin, og hetta gleðast vit sjálvandi um, sigur Magni Mohr.
Nevnast kann eisini, at í vár var stórt sjónvarpslið frá BBC í Føroyum fyri at gera eina dokumentarsending um eina av føroysku FIM-verkætlanunum, sum eisini lýsir altjóða áhugan fyri hesi slóðbrótandi granskingini á Setrinum.
Tíðindaskriv frá Fróðskaparsetri Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2022
Í hálvanannan tíma hoyrdu vit part av líðingarsøgu jødanna, meðan vit gingu gjøgnum søgufyltu hølini. Túrurin kendist langur og nívandi og situr enn, meðan eg skrivi hesa heilsan
Hendan greinin er partur av røð av tíðargreinum, sum formenninir í politisku flokkunum skriva á Portalinum næstu tíðina
—
Túrurin kendist langur og nívandi og situr enn, meðan eg skrivi hesa heilsan, festur í huga og sinnið. Hann byrjaði h. 26. mei, kl. 14.00 , saman við vinum og starvsfólkum. Í 1½ tíma hoyrdu vit part av líðingarsøgu jødanna, meðan vit gingu gjøgnum søgufyltu hølini. Hann endaði 1½ seinni, tá eg, Føroya fólks vegna, legði ein krans í Yad Vashem minnishøllini til minnis um teir 6 mió. jødar, ið vórðu dripnir undir seinna veraldarbardaga.
Tá vegvísarin segði søguna um pólska pápan og sonin, tørvaði mær eitt time- out. Tað eydnaðist hesum pápanum at senda 5-6 ára gamla sonin í tryggleika í Onglandi. Eftir teir báðar er varðveitt samskifti, m.a. brøv og tekningar. Men sambandið millum faðir og son endaði bráddliga. Kanningar vísa, at hetta hendi, tá pápin og rørslutarnaða mamma hansara, sum hann ikki vildi rýma frá, vórðu send til eina av fyribeiningarlegunum.
Drongurin kom í kærleiksfullar bretskar hendur og er enn á lívi. Hann býr tætt við Holocaust minnislundina.
Frásøgnirnar vóru nógvar- og nívandi. Sama var myrki túrurin gjøgnum minnistunlin fyri børnini, 1½ mió. í tali. Hesi fingu ikki fingu loyvi at verða fødd, tey vórðu miskunnarleyst myrd.
Er støðan broytt?
Hava vit lært av søguni? Eru vit vorðin klókari? Meira eymjúk? Meira kærleiksfull? Vísa vit størri ábyrgd? Eru vit meira empatisk?
Lítið bendir á at so er- heldur tvørturímóti!
Árliga verða fleiri enn 50 mió. børn noktaði rættin til lív. Tey verða dripin í móðurlívi. Miskunnarleyst ”loysir” man sokallaðar trupulleikar á mest brutala og eirindaleysa hátt, hugsast kann. Deyðin, heldur enn loysn á veruliga trupulleikanum, verður dagliga valdur í flestu heilsuverkum heimsins.
Hvønn dag doyggja børn og vaksin í túsundatali av svongd og sjúkum, hóast bæði matur og heilivágur er til okkum øll. Raðfesting er eitt av dagsins lyklaorðum, men á hesum økjunum ræður kynisman.
Og so seint sum h. 24. februar byrjaði enn eitt oyðandi kríggj mitt í hjartanum av Europa. Eitt kríggj, sum spreiðir vónloysi, ótta, sorg og oyðing, og sum dagliga drepur eitt ótal av ósekum menniskjum- mitt í sokallaða civiliseraða Europa.
Í frásøgn sínari um dagin, tá hann fer at sita í hásæti sínum, sigur Jesus við nøkur teirra, sum frammanfyri Hann standa:
”Komið higar til mín, … tí Eg var svangur, og tit góvu Mær at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti Mær; Eg var nakin, og tit klæddu Meg; Eg var sjúkur, og tit vitjaðu Meg; Eg var í fangahúsi, og tit komu til Mín." Tá hesi spyrjandi líta at Honum, nágreinar Meistarin heilsan sína á hendan hátt: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!"
Vit kunnu verða fyrimyndir
Tá frásagnirnar um ræðuleikar Putins frættust, stóðu føroyingar øksl við øksl og mótmæltu. Vit rættu út hond móti teim óseku og líðandi. Vit veittu hjálp og bjóðaðu teim líðandi til landa. Leiðandi politikarar gloymdu kegl og stríð og valdu at ganga á odda í verjuni av mannaættini.
Skjótt eru fýra mánaðir farnir síðani krígsbyrjan, og ræðuleikarnir standa við og versna. Gævi vit sum fólk og tjóð, saman við vesturlendskum demokratium, megna at standa stinn móti oyðileggingunum, til friður aftur valdar á Balkan. Og til rætturin til lív verður tryggjaður øllum, frá gitnaði og til nátúrligt andlát.
Eisini her heima hjá okkum.
Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2022
Várframsýningin hjá Føroyskum Myndlistafólkum í ár leitar út móti mørkunum og grásonunum har nýggir hættir og nýggj úttrykk koma til sjóndar
Í gjár var fernisering av ársins Várframsýning á Listasavni Føroya. “Fláffy United” er heitið á framsýningini í ár. Tað er felagið Føroysk Myndlistafólk, ið skipar fyri.
Felagið virkar fyri áhugamálum hjá føroyskum myndlistafólkum og hevur síðani 1990 skipað fyri eini sensureraðari várframsýning. Várframsýningin 2022 varð tó seinkað vegna umvælingar á Listasavni Føroya.
Tað stóð øllum í boði at senda verk inn til metingar. Úrvalsnevndin hevur valt út spennandi og fjølbroytt verk at sýna fram. Felags fyri verkini er, at tey víkja frá siðbundnu myndevnunum í føroyskari list.
- Vit leita út ímóti mørkunum og grásonunum. Har úti, sum tær grundleggjandi fortreytirnar hjá listini fáa sínar royndir, har nýggir hættir og nýggj úttrykk koma til sjóndar, siga fyrireikararnir um ársins várframsýning.
Úrvalsnevndin telur Tummas Jákup Thomsen, Bruno Mikael Eysturstein, Ólav Sverra Trónd Thorsteinsson og Ole Wich.
Við á framsýningini eru: Ole Wich, Tummas Jákup Thomsen, Bruno Mikael Eysturstein, /TRÖDL/ (Ólavur S. T. Thorsteinsson), Billa Jenny Jónleifsdóttir, Bjørk í Hoyvík og Sigga í Hoyvík, Edith Mørkøre, Erhard Jacobsen, Lív í Baianstovu, Vár Kyn, Alma á Lava, Ann Mari Dam, Elin Josefina Smith, Gwenaël Akira Helmsdal Carré, Harald Bjørgvin, Jana Jonhardsdóttir, Jón Sonni Jensen, Leivur Thomsen, Maria Smith, Oddfríður Marni Rasmussen, Rakel Helmsdal, Heðin Ziska Davidsen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Brandur Patursson.
Framsýningin “Fláffy United” er opin til og við 20. juli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2022
Føroyska filmsrøðin fekk tvær virðislønir á Monte-Carlo Television Festival
Føroyska sjónvarpsrøðin Trom kundi fara heim við tveimum Golden Nymph-virðislønum úr Monte-Carlo Television Festival, ið júst hevur verið hildin.
Danski høvuðsleikarin Ulrich Thomsen varð heiðraður við gyltu dísini sum besti leikari, og so fekk føroyska sjónvarpsrøðin eisini serligu virðislønina “Jury Special Prize”.
Seks virðislønir verða latnar á Monte-Carlo Television Festival. Enska røðin “The Tourist” varð kosin besta sjónvarpsrøð og “best creation” meðan týski “Martha Liebermann” varð kosin besti filmur. Høvuðsleikarin í hesum filminum, Thekla Carola Wied, varð kosin besti kvinnuligi leikari.
Torfinnur Jákupsson, Olaf Johannesen og Ulrich Thomsen hómast á aftaru røð aftan fyri Albert prins av Monako (Mynd av Instagram)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2022
Sungið verður á bæði donskum og føroyskum. Nýtt lag kom út í gjár
Thomas Buttenschøn er ikki eitt nýtt navn á danska tónleikapallinum. Hann hevur seinastu árini útgivið fleri løg. Tina Mellemgaard, ella Tina Mellem, sum hon nú rópar seg, er nýggj.
Fyrstu ferð hoyvíkingurin veruliga gjørdi vart við seg, var til X Factor fyrr í ár, tá hon gjørdist nummar trý.
Nú hava tey bæði útgivið eitt lag saman. Og lagið er ikki bara á donskum, men eisini á føroyskum.
Heitið er “Hvorfor er det? - Hví er tað?”.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2022
Serlig ferðaframsýning hjá Randi Samsonsen byrjar í Miklagarði
Mánadagin varð sjøtul settur á eina serstaka listaliga verkætlan, sum komandi tíðina verður at uppliva á ymsum almennum støðum í Havn.
Talan er um eina ferðaframsýning av standmyndum, sum byrjaði í Miklagarði í SMS. Heitið á framsýningini “When will you come to see you like I do?” stavar frá jazzlagnum “The Beauty of All Things” hjá Kurt Elling og Laurence Hobgood, ið snýr seg um vakurleikan í tilveruni, kærleikanum og menniskjanum.
Framsýndar verða fimm lutfalsliga stórar standmyndir, fleirlittar við heklaðari yvirflatu og organiskum, buglutum, trídimensjonalum skapum, sum í summum førum standa á beinum og kneysa um tveir metrar til hæddar.
Standmyndirnar eru bleytar og sýnast um somu tíð einfaldar og kompleksar, ítøkiligar og abstraktar, fjálgar og gátuførar. Tilfarið tykist banalt onkursvegna og minnir um barndóm og heklaðar grýtulappar samstundis sum verkini við sínum larmandi infunktionaliteti og monumentalu stødd heilt týðiliga eru annað og meira enn hugnalig.
Í staðin tykjast tey ágangandi og full av ósøgdum spurningum. Tilfarsliga snýr tað seg um vondina, tað taktila í heklingini, hvussu vit sansa tilfarið, hvussu okkara húð minnist heklaðu yvirflatuna. Tilfarið er eisini hugsað sum mótsetningur til alt annað massaframleitt tilfar inni í matvøruhandlinum, ið fyri tað mesta er papp, plastikk og metal.
Randi Samsonsen
Við at seta verkini inn í ein matvøruhandil og onnur støð, sum vit ikki sambinda við nakað listaligt, vónar listakvinnan at fáa okkum at steðga á og at bróta okkum av í okkara automathugsan, tá vit keypa inn. Talan er ikki um eitt politiskt kapitalismumótmæli sum so, og kortini gevur tilfarið hugsamband við tey politisku, antimaterialistisku sjeytiárini. Listakvinnan missir eitt sindur av stýringini á sínum verkum, tá tey verða sett inn í eitt høli, sum einki hevur við list at gera, har tað ikki ber til at stuðla seg upp móti einum listaligum umhvørvi ella teimum ritualum, sum merkja hetta umhvørvið.
At missa stýringina er ikki so galið sambært Randi Samsonsen; av hesum lærir hon hvat verkini, áskoðarin og hon sjálv megna og hetta er eitt befríilsi, heldur hon. Sama slag av opinleika hómast í heitinum, “Nær fert tú at síggja teg sum eg?” Hetta er ein opin spurningar, ið kann ganga fleiri vegir, antin tað er ein filosofiskur tilveruspurningur ella áskoðarin, ið spyr standmyndina, ella tað er standmyndin, sum spyr áskoðaran.
Komandi tíðina fer framsýningin at stinga seg upp ymsastaðni, har tú ikki væntar at síggja hana, men hon byrjaði í Miklagarði í dag. Kurator er Kinna Poulsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2022
Umframt nýtt navn, hevur høllin eisini fingið nýtt búmerki – Eiðis kommuna skrivaði út navna- og búmerkjakapping í apríl, og Johan M. Thorsteinsson átti vinnandi uppskotið
Mentanarhøllin á Eiði hevur nú fingið nýtt búmerki – og nú eitur hon Kolshøll.
Hetta varð avdúkað á almennum tiltaki í høllini hósdagin.
Í apríl skrivaði kommunan út navna- og búmerkjakapping, og Trivnaðarnevndin í Eiðis kommunu metti, at navnið Kolshøll var sera hóskandi, tá hugsað verður um nærumhvørvið, og var hetta ein av orsøkunum til, at tey valdu júst hetta navnið og búmerkið, sambært heimasíðuni hjá Eiðis kommunu.
Tað var Johan M. Thorsteinsson, sum átti vinnandi uppskotið.
Um búmerkið verður greitt soleiðis frá:
– Búmerkið hevur fýra eyðkenni. Ovari trýhyrningurin ímyndar ein koll. Umhvarvið av rútskapaða rætthyrninginum ímyndar ein glugga. Ljósu linjurnar ímynda vesturskinið og kastljós (spotlight). Eisini eru áskoðarapallur og trin ímyndaði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2022
Fekk heiðurslønina fyri at hava myndprýtt ársins barnabók í Danmark
Ein av myndprýðarunum hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags fekk um vikuskiftið donsku Blixen -heiðurslønina fyri Ársins barnabók við barnabókini “Slimfjorden”. Sarah Lang Andersen hevur skrivað bókina, og Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt.
Forlagið Vild Maskine gav Slimfjorden út í 2021.
Blixen-heiðurslønin hevur til endamál at heiðra bókmentunum, og handar í alt 15 heiðurslønir fyri alt innan bókmentir. Stóra tiltakið varð hildið í Store Vega í Keypmannahavn 18. juni.
Dómsnevndin sigur, at “Slimfjorden” er ein livandi og gandakend søga um vinalag og um at vera eitt eitt sindur serligt og nørdut barn. Flúrglógvandi hvalspýggjurnar úr glasi lýsa í tekningunum hjá Kathrinu niður yvir høvuðspersónin um náttina.
Kathrina Skarðsá er føroyingur/dani, fødd í 1984 í Aarhus, og búsitandi á Vesterbro í Keypmannahavn. Hon hevur m.a. myndprýtt Marin-bøkurnar hjá Ingun Christensen, Kjarr hjá Rakel Helmsdal og Alvu og Lias hjá Elsubeth M. Fossádal.
Ein nýggj bók um Alvu og Lias kemur í august, sum Kathrina eisini hevur myndprýtt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2022
Bókadeildin gevur út sjey bøkur í ársins fjórða bókaumfari! Les meira um bøkurnar...
Mumisa 1, 2, 3 Buggilingabók
Tel úr 1 upp í 10 við hesi flottu faldibókini. Hetta er ein frálík teljibók við mótsetningslitum og nógvum mynstrum og skapum.
Figurar og myndprýðingar eru upprunaverk hjá Tove Jansson.
Bókin er ein faldibók, 10 bls. og til tey umleið 0-1 ára gomlu.
Grøni kavbáturin hjá abbastabba
Eitt gandakent ævintýr, sum heimskendi tónleikarin, Paul McCartney, hevur skrivað.
“Góði lesari,
Dámar tær ævintýr? Eg eiti Edward Marshall, eldri. Men abbabørnini kalla meg abbastabba, og tey eru elskulingarnir hjá mær – Lucy, Tom, Emma og Bob. Tað
besta, vit vita, er at fara á heilt serligar ævintýraferðir saman. Og hetta er søgan um okkara ferð at finna ein heilt serligan ævintýrara. Kom við okkum á
ævintýraferð! Bestu heilsanir, Abbistabbi”
Paul McCartney skrivaði og Kathryn Durst myndprýddi.
Niels Jákup Thomsen týddi úr enskum.
Bókin er innbundin, 30 bls. og til tey uml. 2-4 ára gomlu.
Eg elski teg longu í morgin
Einki er sum fyrr, tá lítlibeiggi kemur. Mamma fær ikki sitið undir Magnusi longur. Og lítlibeiggi dugir so illa at spæla. Magnus leingist til Fyrr. Tað vísir seg, at tað eru
tað fleiri, sum gera. Ein omma til dømis. Saman fara tey á ævintýrferð.
Ein søga um systkinakærleika, sum sleppur at vaksa í síni egnu ferð.
Moni Nilsson skrivaði, og Katarina Strömgård myndprýddi. Julia Rutt Petersen týddi úr svenskum.
Bókin er innbundin, 46 bls. og til tey uml. 5-6 ára gomlu.
Rimmarveitslan
Lítli Ámundur arbeiðir í stóra køkinum hjá Ludbert hertoga.
Uppgáva hansara er at fóðra grísunum við tí, sum loypur av á borðinum hjá hertoganum. Og tað eru nógvar restir. Ottilia, yngsta dóttir hertogan, orkar ikki alt oyðslið og levnaðin á slottinum. Ein dagin ger Ludbert hertogi av at skipa fyri eini rimmarveitslu - eini veitslu, sum skal vara í tríggjar dagar við hópin av mati og drykkjuvørum og veitsluklæddum gestum frá nær og fjar.
Sara Bergmark Elfgren skrivaði, og Emil Maxén myndprýddi. Sigrið Jógvansdóttir Hansen týddi úr svenskum.
Bókin er innbundin, 142 bls. og til tey uml. 7-9 ára gomlu.
Rænd – Stórveldsins arvingar 1
Alice og Elias búgva saman við foreldrunum í einum býlingi uttan fyri Uppsala. Eitt kvøldið hvørvur mamman, og løgreglan tekur pápan og misteinkir hann fyri at hava okkurt við tað at gera. Alice og Elias fara út í Lunsenskógin at leita eftir mammuni, men tey finna nakað heilt annað. Har úti hitta tey Brock, ein azkalor frá rúmdarskipinum Kvirruni, sum leitar eftir einari av manningini, sum er horvin. Tað vísir seg skjótt, at Brock og systkini hava ein felags fígginda.
Rænd er fyrsti parturin í framtíðarsøgurøðini Stórveldisins arvingar. Ein rúmdarsøga, sum inniheldur bæði litrík undurverk og myrkar gátur, ferðmikil ævintýr og óhugnalig møti við tað ókenda.
Oskar Källner skrivaði, og Karl Johnsson myndprýddi. Tóri Rasmussen týddi úr svenskum.
Bókin er heft, 70 bls. og til tey uml. 10-12 ára gomlu.
Jarnrósan – Stórveldsins arvingar 2
Alice og Elias ferðast gjøgnum stjørnubreytina saman við manningini umborð á rúmdarfarinum Kvirruni. Tey leita eftir tí kraoaraskipinum, har mamma teirra verður hildin til fanga.
Á rúmdarstøðini Jarnrósuni eydnast tað teimum at finna fíggindaskipið. Trupulleikin er bara, at hundraðtals kraoarakrígsmenn verja tað. Elias og Alice vilja kortini gera alt fyri at bjarga mammuni.
Tey gera eina bjargingarætlan og eru væl í gongd við at seta hana í verk, tá alt knappliga verður vent á høvdið …
Jarnrósan er annar partur í framtíðarsøgurøðini Stórveldisins arvingar. Ein rúmdarsøga, sum inniheldur bæði litrík undurverk og myrkar gátur, ferðmikil ævintýr og óhugnalig møti við tað ókenda.
Oskar Källner skrivaði, og Karl Johnsson myndprýddi. Tóri Rasmussen týddi úr svenskum.
Bókin er heft, 76 bls. og til tey uml. 10-12 ára gomlu.
Álit – Karanabreytin II
Saga er farin til gongustjørnuna Kamenia, har Almaz fúrsti ræður fyri borgum, og saman við henni eru omman og sendiboðið frá Samveldinum. Tey koma við boðunum um dómin hjá Tí ovasta Sirklinum til ráðandi fúrstan: Gevst við hersetingini av Hvítoynni, ella verður tú revsaður. Tíverri gongst ikki eftir ætlan, fúrstarnir eru fíggindaliga sinnaðir, og Saga flýggjar við lívinum í vanda á einari fremmandari gongustjørnu. Er tað nakar av teimum trúføstu tænarunum hjá fúrstunum, ið vil hjálpa henni? Og ber til hjá henni at fáa samband við tann einasta persónin á Kamenia, sum hon hevur álit á: Illarion, sonin hjá Almaz fúrsta?
ÁLIT er onnur bókin í science-fiction røðini hjá Ceciliu Eken um styrki og veikleika, tað góða og tað ónda í menniskjum, stríð um vald, svikaráð og kærleika.
Cecilie Eken skrivaði, og Laura Mary týddi úr donskum.
Bókin er heft, 128 bls. og til tey, sum eru 13 ár og eldri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2022
Tað verður m.a. bannað at innflyta bøkur, sum eru prentaðar í Russlandi, Hvítarusslandi og hersettum ukrainskum øki, og skulu russiskar bøkur innflytast úr øðrum londum, krevst serligt loyvi
Sunnudagin samtykti ukrainska tjóðartingið tvær lógir, sum skulu avmarka útflýggjan av russiskum bókum og tónleiki.
Eina lógin ger tað ólógligt at prenta bøkur hjá russiskum ríkisborgarum, uttan so at hesir siga russiska ríkisborgaraskapin frá sær og fáa sær ukrainskan ríkisborgaraskap. Hetta verður tó bert galdandi fyri tey, sum høvdu russiskan ríkisborgaraskap eftir Sovjetsamveldið fall í 1991.
Eisini verður bannað at innflyta bøkur, sum eru prentaðar í Russlandi, Hvítarusslandi og hersettum ukrainskum øki við tí fyri eyga at selja tær. Tað verður eisini neyðugt við serligum loyvi fyri at innflyta bøkur á russiskum aðrastaðni frá.
Hin lógin loyvir ikki russiskum ríkisborgarum, sum hava fingið russiskan ríkisborgaraskap eftir 1991, at spæla tónleik í miðlum ella í almennu ferðsluni. Eisini skal meira av tilfarinum í sjónvarpi og útvarpi vera á ukrainskum.
Endamálið við hesum lógunum er at slíta mentanarliga sambandið millum Russland og Ukraina í kjalarvørrinum á russisku innrásini, skrivar Reuters.
Áðrenn hesar lógir kunnu koma í gildi, skal ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj undirskriva tær.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2022
Norðurlendski grannin hjá Russlandi hevur fyrireikað seg uppá eitt russiskt álop í áratíggju, sigur Timo Kivinen, hægstráðandi í finska herinum
Finnland er til reiðar at verja seg, um Russland loypur á, sigur Timo Kivinen generalur, hægstráðandi í finska herinum.
Finnland, sum er granni hjá Russlandi, hevur fyrireikað seg uppá eitt russiskt álop í áratíggju, og hevur landið uppbygt eina stóra vápnagoymslu. Eisini eru finnar, sum tvær ferðir vóru í kríggj við Russlandi í 1940unum, motiveraðir at stríðast móti Russlandi, sigur hann sambært Reuters.
– Vit hava ment okkara hernaðarverju fyri júst hetta slagið av kríggi, sum gongur fyri seg (í Ukraina), sigur Kivinen.
Hann leggur afturat, at Finnland, eins og Ukraina, fer at vera ein sterkur mótstøðumaður hjá Russlandi.
Finnland roynir í løtuni at gerast partur av verjusamgonguni Nato.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2022
Frá á nýggjárinum kann danska avísin bert síggjast talgilt
Frá á nýggjárinum verður tað ikki longur møguligt at lesa donsku avísina B.T. í pappírsútgávu.
Tá verður avísin talgilt burturav, upplýsir miðlafyritøkan Berlingske Media í tíðindaskrivi í vikuni.
Tá tey seinastu haldini ganga út á nýggjárinum verður B.T. ein 100 prosent talgild ókeypis miðil, fíggjaður av lýsingum, skrivar Berlingske Media í tíðindaskrivinum.
B.T. letur eisini aftur sínar redaksjónir í býunum Aarhus, Odense og Aalborg og frá nú í summar kemur blaðið bert í einari landsdekkandi útgávu.
Avgerðin um at gerast 100 prosent talgilt og at lata aftur blaðdeildirnar í stórbýunum merkir, at um 10 fólk, herav fýra journalistar missa starv sítt.
Jonas Kuld Rathje, blaðstjóri, hevur í sama viðfangið boðað frá, at han ynskir at verða loystur úr starvinum, skrivar dr.dk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2022
Fyrrverandi gerilja-limurin Gustavo Petro vann forsetavalið – Kolumbia fær ein vinstra-forseta fyri fyrstu ferð í landins støðu
Annað umfar av forsetavalinum í Kolumbia gjørdist spennandi. Valevnið hjá vinstraveinginum, Gustavo Petro, vann á høgrapopulistinum Rodolfo Hernandez eftir lyfti um at seta inn móti ójavnanum í landinum.
Við 50,4 prosentum av atkvøðunum vann fyrrverandi uppreistrarmaðurin, Gustavo Petro, og Komumbia fær sostatt ein forseta frá vinstraveinginum fyri fyrstu ferð í landsins søgu.
Umboðið hjá høgraveinginum, vinnulívsmaðurin, Rodolfo Hernandes, sum ofta hevur verið sammettur við Donald Trump, fekk 47,3 prosent av atkvøðunum.
Sostatt loysti tað seg hjá Petro at lova minni ójavna í landinum, har 40 prosent av fólkinum livir í onkrum slag av fátækradømi.
- Frá í dag henda broytingar í Kolumbia. Rættiligar broytingar, ið vendir móti okkara máli: Kærleikans politikki... at skilja hvønn annan og tosa saman, segði Petro tá valúrslitið var greitt.
(Mynd: EPA)
Gerilja-akrivistur
Petro er 62 ára gamal, og fyrrverandi borgarstjóri í Bogotá.
Einaferð var hann partur í M-19 geriljuni, og í Kolumbia nógv, sum binda allan vinstraveingin til vápnaðu stríðini, ið hava rakt landið.
Geriljabakgrundin sá eisini út til at skula leggja honum forðingar hesaferð. Hetta var triðja ferðin, at Petro stillaði upp til forsetaval.
Hann skal nú leiða eitt land, sum roynir at vinna seg framaftur búskaparliga eftir koronufarsóttina, sum stríðist við vaksandi narkokriminalitet og einum djúpum illvilja móti politiska valdinum.
Eygleiðarar ávara móti, at landsins búskapur kann støðga, um so er, at tað ikki eydnast Petro at fáa samstarv í lag við síni politisku mótstøðufólk, skrivar finska kringvarpið.
(Mynd: EPA)
Svartur kvinnuligur varaforseti
Tað er ikki bara framgongdin hjá vinstraveinginum, ið er søgulig. Fyri fyrstu ferð í søgu Kolumbia, fær landið eisini eina svarta kvinnu sum varaforseta.
Tað er umhvørvisstríðskvinnan og feministurin, Francia Márquez, ið verður varaforseti.
- Stóra avbjóðingin, vit allir kolumbiarar standa fyri, er sáttargerð. Tíðin er komin at byggja frið. Frið, ið gevur sosialt rættvísi, segði Márquez.
Undir valstríðinum hevur hon verið fyri fleiri hóttanum, skrivar yle.fi.
Tíggju prosent av teimum gott 50 milliónunum í landinum siga seg vera av afrikanskum uppruna.
Uppteljingin vísir, at Gustavo Petro fekk 700.000 fleiri atkvøður enn Rodolfo Hernandez, sum viðgekk tapið á einum uppslagi á Facebook.
- Eg vóni, at Gustavo Petro veit, hvussu landið skal stýrast og er trúgvur móti sínum lyftum um at stríðast móti korrupsjón, skrivaði hann.
Sitandi forsetin í landinum, Ivan Duque, stillaði ikki upp til forsetavalið hesaferð. Hann er í dag sera illa umtóktur í Kolumbia.
Fátækradømi og inflasjón hevur verið høvuðsmál í valstríðnum.
Valið var eisini ávirkað av harðskapi. Forsetavalevnini fingu í fleiri førum drápshóttanir undir fyrsta valumfari.
Undir fyrsta umfari síðst í mai fekk einki av valevnunum yvir helmingin av atkvøðunum, og tí skuldi eitt nýtt umfar til.
Politiskur harðskapur er ikki eitt ókent fyribrigdi. Fimm forsetavalevni eru dripin gjøgnum 1900-talið, skrivar yle.fi við Reyters, AFP og AP sum keldurm.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2022
27 ára gamla Helma Maria Tróndheim hevur vart sína Ph.d-ritgerð um hvussu vit í Føroyum kunnu tryggja eina støðuga elveiting, hóast stórur partur av orkukeldunum eru óstøðug orka
Hon er 27 ár, úr Leirvík, og hon er doktari í orkutøknifrøði.
Helma Maria Tróndheim hevur vardi í gjár Ph.d.-ritgerð sína um hvussu vit í Føroyum kunnu tryggja eina støðuga elveiting, hóast stórur partur av orkukeldunum eru óstøðug orka.
- Hetta er gransking, sum ikki bara hevur stóran týdning fyri Føroyar, men sum er sera viðkomandi fyri onnur samfeløg eisini, segði Dr. Thomas Ackermann, andmælingur.
Granskingarráðið hevur stuðlað Ph.d.-verkætlanini, og Annika Sølvará frá Granskingarráðnum segði í røðu síni, at hetta er dygdargott arbeiði, sum vit í Granskingarráðnum eru fegin um at hava stuðlað, og sum eigur at verða miðlað víðari út í heim.
- Vit eru sera errin av Helmu Mariu og tí stóra og týdningarmikla arbeiði, hon hevur latið úr hondum. Hennara gransking er týðandi partur av okkara arbeiði við grønu kósini, og vit eru sera fegin um, at hon heldur fram í starvi hjá okkum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Helma Maria hevur arbeitt við verkætlanini í góð trý ár.
- Tað hevur verið strævið til tíðir, men øgiliga spennandi. Eg havi verið so heppin at sleppa at arbeiða við einum spennandi og aktuellum evni, ið hevur givið mær nógv gott - bæði fakliga og persónliga, sigur Helma Maria Tróndheim.
Ph.d.-verkætlanin er skrivað í samstarvi við Aalborg Universitet og Fróðskaparsetur Føroya, og stuðlað av Granskingarráðnum og SEV.
Vegleiðarar hava verið Claus Leth Bak, Filipe Faria da Silva, á Aalborg Universiteti, og Bárður A. Niclasen, Fróðskaparsetur Føroya.
Andmælingar vóru: Prof. Bogi Bech Jensen, Fróðskaparsetur Føroya, Prof. Gøran Anderson, Swiss Federal Institute of technology, og Dr. Thomas Ackermann, Energynautics GmbH.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2022
Royndarkoyringin av fyrsta Dragon 4 eindini, nevnd Íðunn, sum varð sjósett í mai, gongur eftir ætlan
Royndarkoyringin av fyrsta Dragon 4 eindini, nevnd Íðunn, sum varð sjósett í mai, gongur eftir ætlan og fínjusteringar verða nú gjørdar fyri at økja um úrtøkuna.
Íðunn ‘arbeiðir’ 40 metrar undir havyvirflatuni í Vestmannasundi og verður eygleidd, mett og stýrd úr Svøríki
– Vit royndarkoyra og fjarstýra Íðunn úr høvðussæti okkara í Svøríki. Toymið skrásetir dagliga eina rúgvu av datum fyri at kunna optimera úrtøkuna, sigur Bernt Erik Westre, tekniskur leiðari hjá Minesto.
Umframt elframleiðsluna umfatar royndarkoyringin eisini aðra útgerð sum t.d. tjóður og tjóðurskipanina. Eitt upptøkutólk er sett á drekan, so eyga kann haldast við, hvussu tjóðrið roynist.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2022
Byrgingin er tømd fyri vatn, og tveir ymiskir veitarar eru í ferð við ávikavist forkanningar til pumpuskipanina Mýruverkið II og kanningar í sambandi við viðlíkahald
Arbeiðið at gera forkanningar til pumpuskipan og kanningar í sambandi við viðlíkahald av byrgingini í Heygadali er komið hálva leið.
Byrgingin er tømd fyri vatn, og tveir ymiskir veitarar eru í ferð við ávikavist forkanningar til pumpuskipanina Mýruverkið II og kanningar í sambandi við viðlíkahald. Í sambandi við dagføring verða m.a. armeringar kannaðar, meðan forkanningar til pumpuskipan m.a. umfata kanning av lendinum og jarðfrøðini í økinum.
Arbeiðið er mett at taka alt millum 2 og 4 vikur, men váta veðrið hevur tarnað eitt nú graviarbeiðnum nakað við tað, at lendið er rættuliga vátt og bleytt.
SEV stendur fyri viðlíkahaldsarbeiðnum, og tá tað er av, verður vatn aftur latið í byrgingina. Hesa tíðina á árinum kann taka langa tíð at fylla byrgingina aftur, so tað verður væntandi í august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2022
Føroyska sendikvinnan í London vitjaði í farnu viku í Skotlandi, har hon nýtti høvi til at umrøða samstarv á grøna orkuøkinum, burðardygga gagnnýtslu av sjótilfeingi eins og samarbeiði innan mentan og útbúgving
Í farnu viku var føroyska sendikvinnan í London, Kate Sanderson, á arbeiðsvitjan í Edinburg, har hon hitti lyklapersónar og embætisfólk í skotsku stjórnarfyrisitingini og ymsum stovnum. Talan var um innleiðandi fundir at kanna møguleikar fyri økt samstarv á økjum av felags áhuga fyri bæði Føroyar og Skotland, sum til dømis grøna orkuskiftið, burðardygg gagnnýtsla av sjótilfeingi, oyggjamenning eins og mentanarligt og undirvísingarsamstarv og tjóðarbranding.
Kate Sanderson, føroyska sendikvinnan í London hitti Angus Robertson, uttanríkis- og mentamálaráðharran í skotsku stjórnini
Kate Sanderson hitti eisini Angus Robertson, ráðharra (Cabinet Secretary) við uttanríkis- og mentamálum í skotsku stjórnini. Á einum kunningarfundi í skotska tinginum, sum Beatrice Wishart, tinglimur fyri Hetland, skipaði fyri, hevði Kate Sanderson eisini eina framløgu og svaraði spurningar um samstarvið millum Føroyar og Bretland eins og um serstøk viðurskifti millum Føroyar og Skotland.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2022
Tað skal geva Bretlandi størri veitingartrygd, nú Russland hevur skrúvað fyri gassinum til fleiri lond í Evropa
Nú Russland stongir eina gassleið til Evropa fyri og aðra eftir hevur Bretland gjørt avtalu við Noreg um at keypa meira gass í vetur og komandi árini. Avtala er gjørd millum norska Equinor og bretska Centrica.
Avtalan skal tryggja bretsku orkuveitingina komandi trý árini skrivar Offshore Energy. Við nýggju avtaluni fær Bretland 1 mia. kubukkmetrar av gassi aftrat um árið, soleiðis at samlaði innflutningurin av gassi úr Noregi verður 10 milliardir kubikkmetrar um árið.
Norra verður við hesi avtaluni við til at tryggja ein triðing av samlaða gasstørvinum hjá Bretlandi. Gassið fer til at hita upp 4,5 milliónir húsarhald í Bretlandi. Norsk gassframleiðsla fær støðugt størri týdningi fyri orkuveitingartrygdina í Evropa eftir russisku innrásina í Ukraina.
Tað skal geva Bretlandi størri veitingartrygd, nú Russland hevur skrúvað fyri gassinum til fleiri lond í Evropa.
Eftir undirskrivingina av stóru gassavtaluni millum Norra og Bretland. Fv. stjórin í Equinor og hm. stjórin í Centrica saman við bretska vinnuráðharranum Kwasi Kwarteng
Í byrjanini av innrásini gjørdu norsk orkufeløg og stjórnin eina ætlan fyri, hvussu Norra í framtíðina kann økja um sína gassframleiðslu fyri at nøkta vaksandi eftirspurningin í Evropa, her serliga ES. Equinor, sum er høvuðsmotorurin í hesi framleiðsluni, lat fyri stuttum uppaftur gassverksmiðjuna á Melkøya, ið hevur alstóran týdning fyri evropeiska marknaðin. Eisini hevur Equinor fingið loyvi frá myndugleikunum at økja um framleiðsluna á stóru gassleiðunum, Troll, Heidrun og Snorre.
Bretski vinnuráðharrin Kwasi Kwarteng er sera fegin um nýggju avtaluna við Norra.
- Um somu tíð sum vit menna orkuskipanina við bíligari varandi orku og seta ferð á kjarnorkuna, so koma vit eisini at hava tørv á gassi í fleiri tíggjuár. Hann sigur, at tað ræður um at hava avtalur við framleiðandi lond, sum man kann hava álit á. Og soleingi varandi orkan ikki nøktar eftirspurningin ber ikki til at skrúva fyri verandi orkukeldunum.
Bretska stjórnin hevur annars sett út í kortið ein nýggjan skatt á olju- og gassfeløg, sum skal gera tað lættari hjá húsarhaldunum at rinda fyri ovurhøgu prísirnar. Samtíðis gevur stjórnin feløgum, sum vilja gera nýggjar íløgur í olju- og gassvirksemi í Norðsjónum og her eisini vestan fyri Hetland, undantak fyri 90% av skattinum. Tað kann koma at hava stóra ávirkan á eitt nú íløgur í nýtt virksemi eystan fyri føroyska markið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2022
Blaðstjórin á russiska blaðnum, Novaya Gazeta, hevur selt Nobel-virðislønina á uppboði fyri yvir hundrað milliónir dollarar
Í 2021 vann russiski journalisturin og blaðstjórin á blaðnum Novaya Gazeta, Dmitrij Muratov, friðarheiðursløn Nobel’s fyri sínar royndir at verja talufrælsið í landinum.
Nú hevur Muratov selt prógvið, sjálva gullmyntina frá Nobel, fyri 103,5 milliónir dollarar, svarandi til góðar 732 milliónir krónur.
Franska AFP tíðindastovan skrivar, at upphæddin fer til børn í Ukraina.
Muratov segði í sambandi við uppboðssøluna, at hann ynskir at hjálpa ‘friðarligum flóttum og særdum og sjúkum børnum, ið hava brúk fyri viðgerð’, skrivar dr.dk.
Dmitrij Muratov (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2022
Stjórin í IEA ávarar Evropa um eitt møguligt komandi russiskt bann av allari gassveitingini og heldur, at lond eiga at fyrireika seg við eitt nú at at taka í brúk aftur gomul kjarnorkuverk og hava aðrar orkuloysnir klárar eisini
- Tess nærri vit nærkast vetrinum, tess betri duga vit at skilja, hvat Russland hevur í hyggju sigur Fatih Birol, stjóri í IEA. Altjóða orkustovnurin heldur, at Evropa alt fyri eitt eigur at fyrireika seg til eitt fullkomið russiskt veitingarbann longu áðrenn veturin kemur og heitir á stjórnir í Vesturheiminum um at taka stig til at skerja nýtsluna og lata aldrandi kjarnorkuverk vera verandi opin.
Hann heldur, at avgerðin hjá Russlandi at avmarka veitingarnar av gassi til Evropa longu nú eigur at takast sum ein áminning um, at Russland við slíkari valdstøku roynir at gera sær dælt av krígnum í Ukraina.
- Evropa eigur at vera tilreiðar, um Russland bráddliga ger av heilt at kvetta alla gassveitingina til Vesturheimin, sigur Birol við Financial Times. Hann heldur, at Russland roynir at forða londunum í Evropa at fylla upp goymslurnar, so hesar eru nærum fullar, tá veturin nærkast.
IEA, sum er sett á stovn av limum í OECD, var í fjør fyrsti stovnurin til at ákæra Russland fyri at royna at manipulera við gassveitingunum til Evropa til tess at fyrireika innrásina í Ukraina. Birol segði eisini, at tiltøkini, sum lond í Evropa hava tikið fyri at gerast minni heft at Ruslandi við m.a. at lata upp aftur fyri kolaorkuverkum, eru rættvístgjørd av kreppuni, sum hevur tikið seg upp, eisini hóast vandin fyri vaksandi útláti.
Hann legði aftrat, at vit mugu góðtaka CO2 útlát frá dálkandi kolaverkum í eina tíð, nú Evropa roynir at gerast minni heft at fossilari orku eins og roynir at raðfesta íløgur í varandi orku. Hann heldur, at lond eiga at gera tað tey eru ment fyri at fylla goymslurnar til veturin, nú vandi er fyri, at Russland skrúvar heilt fyri. Tá fer eftirspurningurin at vaksa, og tí er neyðugt longu nú at skamta orkunýtsluna.
Bæði Svøríki og Danmarek avgjørdu týsdagin at fylgja Týsklandi, Eysturríki og Hálandi við at fyreika seg til eina møguliga neyðstøðu men at tey enn ikki hava gjørt álvara av at skamta orkunýtsluna. Evropa hevur síðani innrásina í Ukraina minkað um innflutningin av russiskum gassi við 20% úr 40% higartil.
IEA stjórin leggur stóran dent á, at lond, sum longu hava avgjørt at gevast við kjarnorku, eiga at útseta hesar ætlanir vegna støðuna, sum hevur tikið seg upp í Ukraina.
Tað hevur verið funnist at Týsklandi fyri tess avgerð at stongja tað einasta av sínum kjarnorkuverkum, nú orkukreppan nívir so fast. Birol sigur, at lond eiga at útseta at stongja kjarnorkuverkini, um trygdin er nóg góð. Men um sama mundið heitir hann á lond um at halda fram við og økja íløgur í varandi orku, sum í longdini kann avloysa olju, gass og kol. Í fjør segði Birol annars, at heimurin hevur ikki tørv á at gera íløgur í nýggjar olju og gaskeldur, um so er at stjórnir ætla at røkka net null útláti í 2050.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2022
- Fáa vit ein harðan og drúgvan vetur, og fáa vit ikki tamarhald á eftirspurninginum, so fari eg ikki at útiloka, at tað verður neyðugt at skamta gassnýtsluna í Evropa
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2022
Klaksvíkingar halda fram at vinna og stevna móti meistaraheitinum. Sunnudagin vann KÍ 1-0 á B36. Á Skála vann B68 sær ein møguleika at halda seg uppi í deildini
Fótbólturin í Betri deildini hjá monnum fór farna vikuskiftið á rull aftur eftir ein landsliðssteðg, og trettandi umfar veður leikt sunnudagin.
Greitt er, at KÍ stevnir móti meistaraheitinum. Klaksvíkingar vunnu 1-0 móti B36. Tað var nýggi KÍ-áleyparin Anders Holvad sum var síðstur á bóltinum í einsamalla, men umráðandi málinum.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
B68 vann sær trý sera umráðandi stig á Skála. Grannauppgerðin sá leingi út til at enda 1-1, men fýra minuttir fyri leiklok eydnaðist tað Aidan Liu at leggja toftamenn framum 2-1 og tryggja B68 sigurin.
Frøi á B68-leikarum og viðhaldsfólkum aftaná søta sigurin á Skála (Mynd: Sverri Egholm)
Hóast nógv órógv hevur verið rundan um AB seinastu tíðina, so eydnast teimum at fáa stig. Sunnudag vunnu argjamenn 3-1 í Sørvági ímóti 07 Vestur.
HB var á vitjan hjá NSÍ, og HB vann ein tryggan 2-0 sigur.
Stevnudysturin á Streymnesi millum EB/Streym og Víking endaði við 2-1 sigri til Víkingar.
Samuel Chukwudi var aftur at síggja í HB-troyggjuni (Mynd: Sverri Egholm)
B36 - KÍ 0-1 (0-1)
24' Anders Holvad 0-1
Skála - B68 1-2 (1-1)
13' Poul Kallsberg 1-0
22' Boubacar Dabo 1-1
85' Aldan Liu 1-2
07Vestur - AB 1-3 (0-1)
25' Teitur Olsen 0-1
49' Mads Borchers 1-1
59' Marius Kryger Lindh 1-2
72' Marius Kryger Lindh 1-3
NSÍ - HB 0-2 (0-1)
45' Stefan Radosavljevic 0-1
52' Daniel Johansen (br.) 0-2
EB/Streymur - Víkingur 1-2 (1-1)
19' Jákup Hohansen 0-1
23' Filip Djordjevic 1-1
46' Jákup Johansen 1-2
Støðan Betri deildin menn
1. KÍ (37 stig)
2. Víkingur (31 stig)
3. HB (25 stig)
4. B36 (19 stig)
5. EB/Streymur (17 stig)
6. AB (16 stig)
7. NSÍ (15 stig)
8. 07 Vestur (12 stig)
9. B68 (8 stig)
10. Skála (5 stig)
Dystir hetta vikuskiftið
Fríggjadagin 24. juni:
Kl. 18: AB - B68
Kl. 18.30: EB/Streymur - Skála
Leygardagin 25. juni:
Kl. 17: NSÍ - Víkingur
Kl. 17: HB - KÍ
Sunnudagin 26. juni:
07Vestur - B36
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2022
Hann var ikki við til dystin móti B68 fríggjakvøldið, men 1. juli byrjar Henrik Larsen sum høvuðsvenjari hjá AB
Hóast onga fasta venjaraloysn í eina tíð, hevur tað eydnast argjamonnum at skava eina rúgvu av stigum saman seinastu umførini, men nú er venjari settur á Argjum.
Talan er um danan Henrik Larsen, sum skal standa á odda fyri besta liðnum hjá AB. Tað váttar Marius Thomassen, formaður hjá Argja Bóltfelag fyri Portalinum.
Hann byrjar í starvinum 1. juli, og var tískil ikki við til avgerandi dystin móti B68 í gjárkvøld. Sáttmálin við danan er galdandi til og við kappingarárið 2023.
- Vit eru ordiliga spent uppá hann. Henrik hevur nógvar royndir og passar væl til sinnalagið hjá okkum á Argjum. Hetta er ikki nakar “Premier League spælari”, sum kemur tí hann hevur eitt kent navn. Hann arbeiðir hart og fer at vera virkin í felagnum, sigur formaðurin.
Marius Thomassen sigur, at umframt at vera høvuðsvenjari hjá besta liðnum, fer hann eisini at arbeiða við yngru liðum. Hann fer at vera við í menningini av teimum elstu ungu leikarunum og fyrireika tey til vaksnamannafótbólt.
AB hevur at kalla bjargað sær í deildini, og liggur á sætta plássið 16 stigum eftir trettan umfar. Í kvøld er avgerandi dystur á skránni tá B68 er á vitjan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2022
Daniel Johansen spælir við HB restina av kappingaráinum, men frá 1. januar er tað FC Fredericia, sum vinstri bakkurin fer at umboða
Daniel hevur gjørt sáttmála við danska 1. deildarfelagið FC Fredericia frá 1. januar 2023. Hesum boðar HB frá fyrrapartin.
– Fyrr í ár royndarvandi eg við FC Fredericia, og eg føldi meg beinanvegin vælkomnan og ynsktan. Og tí var eg sera glaður og errin, tá teir bjóðaðu mær sáttmála. Tað at eg nú kann hugsavna meg 100 prosent um fótbóltin, fer heilt sikkurt at menna meg enn meira sum fótbóltsspælara, sigur Daniel Johansen við heimasíðuna hjá HB.
– FC Fredericia spælir næstan altíð við í oddinum í donsku 1. deild, og teirra spælistílur hóskar væl til mín. Eg gleði meg at byrja í FC Fredericia, men fyrst og fremst skal eg hugsavna meg at gera arbeiðið í HB liðugt, sigur hann.
Daniel Johansen kom til HB úr EB/Streymi sum 15 ára gamal, og hevur bara umboða HB í vaksnamannafótbólti.
Longu sum 16 ára gamal fekk hann sínar fyrstu minuttir á besta liðnum, tá hann var skiftur inn ímóti Skála í kappingini um Løgmanssteypið. Hann hevur leikt 163 dystir og skorað 19 mál fyri HB.
So seint sum í gjár var hann á máltalvuni fyri HB, tá hann umsetti eitt brotsspark til mál og legði HB á odda 2-0 ímóti NSÍ
HB-leikararnir fegnast um 2-0 málið í Runavík í gjárkvøldið, sum Daniel Johansen tók sær av (Mynd: Sverri Egholm)
Daniel Johansen, sum eisini hevur verið á landsliðnum, spælir við HB restina av kappingarárinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2022
Við 10 av 10 møguligum atkvøðum gjørdist Sølvi Vatnhamar úr Víkingi greiði vinnarin, tá besti spælarin í mai mánað skuldi veljast. Nummar 2, 3 og 4 vóru eisini úr Víkingi
– Tað var fantastiskt, og takk fyri tað! Hetta eri eg sjálvandi errin og glaður fyri. Eg haldi annars at tað hevur gingið væl í Víkingi í seinastuni, og so er bara at hopa, at hendan góða gongdin heldur fram.
Soleiðis sigur Sølvi Vatnhamar, tá honum verður ynskt tillukku, og hann samstundis verður kunnaður um, at hann er kosin til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í mai mánað 2022.
At tað hevur hilnast væl hjá Sølva higartil í landskappingini sæst eisini aftur á listanum yvir toppskjúttar, har fryntligi og dámligi leirvíkingurin er ovast við 13 málum eftir fyrstu 13 umførini.
Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið velja besta spælara hvønn mánað. Og av teimum tíggju, ið atkvøða, høvdu allir Sølva Vatnhamar millum tey trý nøvnini, ið verða sett á atkvøðuseðilin.
Fyri heiðurin fekk Sølvi Vatnhamar handað eitt gávubræv upp á 1.500 krónur frá EFFO, umframt eina glasstandmynd, ið er latin av Betri.
Nummar 2 bleiv Andreas Lava Olsen úr Víkingi, og á einum deildum triðja plássi komu tveir aðrir liðfelagar hjá Sølva og Andreasi Lava, nevniliga Bárður Jógvansson Hansen og Geza David Turi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2022
KÍ-kvinnurnar taptu leygardagin sín fyrsta dyst hetta kappingarárið, tá EBS/Skála vann 1-0
Tað kom bara eitt mál í oddadystinum millum EBS/Skála og KÍ farna leygardag, men tað var eisini nokk. Í øllum førum var fagnaðurin hjá heimaliðnum aftaná dystin ikki til at taka feil av.
KÍ-málverjin, Óluvá Allansdóttir Joensen, fekk reytt kort í 71. minutti, og klaksvíkskvinnur spældu tí við einum leikara færri restina av dystinum.
Tað bleiv tungt í mótvindinum undir Mýruhjalla, og tá 87 minuttir vóru farnir eydnaðist heimaliðnum at fáa bóltin í netið aftan fyri avloysaran hjá Óluvu, Fanni Kata Turi. Hetta hendi eftir beinleiðis hornaspark frá Sunnvá Fagradal.
Úrslitið gjørdist 1-0, og KÍ hevur sostatt tapt sín fyrsta dyst í ár. Hetta merkir samstundis at spenningurin í oddinum økist. KÍ hevur við einum dysti fleiri enn EBS/Skála 27 stig. Felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála hevur vunnið seg upp á 23 stig, og við einum sigri afturat er bara eitt stig á muni.
EBS/Skála - KÍ 1-0 (0-0)
87’ Sunnvá Fagradal 1-0
(Myndir: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2022
Tað verða EBS/Skála og HB sum bresta saman í aðrari hálvfinaluni meðan KÍ og NSÍ skulu spæla um hitt finaluplássið
Nú er greitt hvussu spælt verður í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum í fótbólti.
Lutakast var í sendingini 3-2 mánakvøldið, og úrslitið var, at EBS/Skála og HB dystast um finalupláss meðan KÍ og NSÍ bresta saman um hitt plássið.
Fyrru hálvfinalurnar verða eftir ætlan leiktar 10. august, og tær seinnu 15. september. Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður leikt 1. september.
Lutakastið fall eisini soleiðis, at vinnarin av EBS/Skála-HB hevur heimavøll í finaluni.
Fyrru hálvfinalurnar 10. august
EBS/Skála - HB
KÍ - NSÍ
Seinnu hálvfinalurnar 15. september
HB - EBS/Skála
NSÍ - KÍ
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2022
Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur kunngjørt hópin, ið um mánaðarskiftið fer til NM í Noregi
Um mánaðrskiftið setur føroyska U17-landsliðið við gentum kós móti Lillestrøm í Noregi, har árliga NM kappingin fyri U17-landslið við gentum verður á skránni, og tá við í ferðalagnum verða 18 spælarar.
Farið verður úr Føroyum 29. juni, og fyrsti dysturin í kappingini, sum verður spældur móti Danmark, verður 1. juli.
Dystardagur tvey í kappingini er settur at vera 4. juli, og dystardagur trý er 7. juli. Hvørjum spælt verður ímóti tá verður avgjørt alt eftir, hvussu úrslitini í undanfarnu dystunum eru, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuna.
Pauli Poulsen, venjari hjá U17-gentunum, hevur saman við hjálparvenjaranum, Jákup Mortensen, úttikið hesar til NM kappingina í Noregi:
Lisa Haraldsen, 07 Vestur
Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36
Natalia Dansdóttir Olsen, EB/Streymur
Katarina Berg Mikkelsen, Skála
Jakobina Bergsdóttir, Skála
Ingrið Berg Rasmussen, Skála
Sólja Ernstdóttir, Skála
Brá Zachariasardóttir, FC Hoyvík
Lea Tórarenni, HB
Fríða Magnusardóttir Jacobsen, HB
Astrid Mittfoss, HB
Mira Bendix Laursen, HB
Borghild Debes Dánjalsdóttir, HB
Elspa Maria Zachariassen, KÍ
Vár Johannesen, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Fríða Magnussen, Víkingur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2022
Hópurin sum skal til U18 EM-endaspæl í Montenegro er úttikin
Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 18 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.
Málverjar: Aleksandar Lacok, Neistin, og Torstein Sivertsen, H71
Vinstri vengur: Rói Seyer Hjaltalin, H71, John Skaalum Vilhelm, H71, og Tróndur Johnsson, VÍF
Høgri vengur: Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF, og Niklas Gaard, Neistin
Strikur: Ísak Vedelsbøl, Neistin, Rói Thomsen, H71, og Marcus Bramsen, GOG Svendborg
Bakspælarar: Óli Mittún, H71, Búi Djurhuus Poulsen, StÍF, Rókur Ziskason, H71, Trúgvi Hávardsson, StÍF, Høgni Højsted, H71, og Høgni Heinason, H71
Málverjavenjari er Ári Egason, fysioterapeut Durita Rouch og liðleiðari Rani Ellingsgaard.
Kappingin verður hildin í Podgorica í Montenegro í tíðarskeiðnum 4. til 14. august.
Føroyar eru í bólki saman við Spania, Fraklandi og Svøríki. Ilt at meta um styrkina hjá móttstøðuliðunum, tí hetta er fyrsta altjóða kappingin hjá hesum árganginum, sum ikki kundi spæla kappingar í fjør vegna korona. Tó er talan um hondbóltstjóðir, sum altíð eru við í toppinum, so talan er helst um ein sera sterkan bólk.
Leiksskráin fyri bólkaspælið sær soleiðis út:
Hósdagin 4. august Svøríki – Føroyar
Fríggjdagin 5. august Føroyar – Spania
Sunnudaign 7. august Frakland – Føroyar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2022
Á Fimleikagalla í Bylgjuni í Runavík vóru ársins heiðrar latnir
Fimleikagalla var í Bylgjuni í Runavík farna fríggjakvøld, og tá vóru ársins heiðrar eisini latnir.
Niðanfyri sæst hvørji vórðu heiðrað, og hvussu dómsnevndin velur at lýsa tað:
(Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)
Hjálmar Allansson Dalsgarð úr Havnar Fimleikafelag
- Um tað er ein føroyskur fimleikari, sum kann sigast at hava natúrtalent innan fimleik, so er tað hann. Roynir hann nakað nýtt, megnar hann tað altíð eftir heilt fáar royndir. Hettar talentið bakkar hann eisini upp við hørðum og miðvísum arbeiði, og tað verður alt víst fram við góðum kappingarúrslitum. Hann vann all-around til seinasta FM, og er eisini millum bestu fimleikarar í Norðurlondum í rekk.
(Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)
Astrið Nanly Breckmann úr Havnar Fimleikafelag
- Ferð eftir ferð hevur hon prógvað at hon er ein av dugnaligastu amboðsfimleikarunum í Norðurlondum. Hon leggur støðið fyri føroyskan amboðsfimleik frameftir, og úrslitini tala fyri seg. Hetta seinasta árið hevur hon sannførandi luttikið í bæði DM og EM.
(Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)
Smágenturnar Ara úr Ljósinum
- Ljós, gleði og positivt. Tað eru orð, ið kunnu lýsa draktina hjá hesum liðið. Guli liturin er sum sólaris, blái liturin, sum himmal og hav, og reyðligi liturin, sum sólsetur. Sangurin snýr seg um at dansa og syngja og síggja tað góða í einum regndegi. Og hetta livir draktin upp til, tí vit vita, at tá tað slítur í, skýnur sólin aftur.
(Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)
Camelia Mihaela Mindricel úr Havnar Fimleikafelag
- Trupult er at finna ein venjara, sum er meira nærlagdur enn hon. Hon hevur sín uppruna í heilt aðrari fimleikamentan, sum hon hevur tikið við sær hendan vegin, samstundis sum hon eisini hevur megnað at fáa føroyskar fimleikararar at taka hesa mentan til sín. Hon krevur nógv av sínum íðkarum, samstundis sum hon gevur nógvar ferðir meira aftur. Hon er fremsta orsøkin til at føroyskur amboðsfimleikur á kvinnusíðuni nú ger seg galdandi á alltjóða pallinum.
(Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)
Guðrun og Gertrud Tórsdóttir úr Ljósinum
- Tær elska fimleikin. Hóast ungar, so eru hesar tvær eldsálir í felagnum, sum vit eru sera fegin at hava hjá okkum. Tær eru nærlagdar og dugnaligar og duga at taka fimleikin í størsta álvara, men tær duga eisini at taka stuttleikan við. Teirra lætta lyndi ger venjingarnar til eitt spæl, og hetta er uttan iva ein av orsøkunum til menningina, sum liðið hjá teimum hevur verið ígjøgnum. Tær hava megnað at byggja eitt lið upp, - eitt lið, sum vann FM 2022.
(Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)
Pinkur Aura úr Klaksvíkar Fimleikafelag
- Hetta er fyrsta árið, at felagið hevur eitt estetiskt lið við í kappingini. Pinkurnar hava ígjøgnum árið støðugt ment seg og endaðu árið við einum flottum úrsliti. Tær blivu nomineraðar á fleiri heiðrum og er hetta sera flott hjá einum so nýggjum liðið. Vit eru tí øll samd um at tær skulu fáa ársins stjørnuskot heiðurin 2022.
Smágenturnar Ara úr Ljósinum
- Hon er væl skipað, og saman við drakt og tónleiki er talan um eina samansjóðaða eind, sum rúnarbindur áskoðarin. Henda heildin gjørdi, at liðið vann FM 2022.
(Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)
Djóni Sakarisson, Tóki Strøm og Óli Joensen úr Havnar Fimleikafelag
- Teir hava drúgvar royndir sum bæði venjarar og íðkarar, og av somu orsøk bjóða teir yngra ættarliðnum eina serstaka venjing, sum fer at vinna teimum heiðursmerkir her heima, í Norðanlondum og á enn hægri støði seinni. Teir leggja stóran dent á at yngru fimleikararnir stuttleika sær til venjing samstundis við at teir venja móti at teljast millum bestu fimleikarar.
(Mynd: Erla Z / Fimleikasamband Føroya)
Smágenturnar Ara úr Ljósinum
- Liðið hevur verið nakað heilt fyri seg í kappingini. Hóast unga aldur teirra, eru hesar smágentur greipuvinnarar, vunnu FM og seinnu Steypakappingina. Vit gleða okkum at síggja liðið aftur komandi kappingarár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2022
Helgi Winther Olsen vann sunnudagin FM í vegaskúkkling, og gjørdi sostatt bart og vann øll FM-heitini, bæði í vegasúkkling og fjallasúkkling
Kappingin um FM heitið í vegasúkkling var varna vikuskiftið, tá ið drúgvi teinurin á Sandoynni var á skrá.
Sostatt vóru hildnar tríggjar FM kappingar yvir fimm dagar í síðstu viku. Summir av vegasúkklarunum luttóku eisini í FM kappingunum í fjallasúkkling undanfarna vikuskiftið, og kappaðust sostatt í fimm drúgvum kappingum í eina viku.
Hjá monnum gjørdi Helgi Winther Olsen bart, og vann allar kappingarnar sannførandi. Við hesum helt hann sigursrøðina frá í fjør, tá ið hann vann hesar fimm umframt FM í langteini.
Millum stormarnar
Vegna illveður var neyðugt flyta tiltakið frá leygardegi til sunnudag, men sunnudagin var sanniliga dýrdarveður. So mikið, at væta gjørdist ein avbjóðing á 103 kilometra langa teininum. Mong halda kanska at Sandoyggin er fløt, men tey tvey umførini, ið vóru súkklað úr Skálavík til Skopunar og síðani til Dals og aftur til Skálavíkar hava við sær útvið 1.800 hæddarmetrar til samans.
Tað gongur so at siga oman og niðan allatíðina. Hóast tað var vindur, var nógva staðni stilli og brennandi sól við hita heilt upp í 18 stig. Tí at Sandoyggin er so brekkumikil, verður súkklað hart stóran part av tíðini, og fleiri av súkklarunum vóru tí tystir og illa møddir við krampum, tá teir komu á mál.
Skálavíkar Kommuna skipaði aftur í ár eitt ómetaliga gott tiltak, við hjálparum um alla oynna og góðari móttøku í Kelduni í Skálavík. Ógviliga forvitnisligt, vóru luttakaraheiðursmerki til allar súkklarar frá Grótvirkinum við flottum búmerki. Ferðasteypið er eisini frá Grótvirkinum. Sandoy og Skálavík fevna sanniliga um súkklingina.
(Mynd: sst.fo)
Øktu støðugt munin
Tvey umfør skuldu súkklast runt Sandoynna. Hilmar Hansen og Helgi Winther Olsen súkklaðu saman og nýttu fyrimunin av at skugga hvønn annan í mótvindinum. Tað sást aftur í mun til hinar súkklararnar, ið dragnaðu afturúr.
Í endurtiknu smá álopunum duttu súkklarar av ein og ein, og munurin millum teir gjørdist skjótt til minuttir. Soleiðis tryggjaðu teir báðir fremstu sær í størst møguligan fyrimun, við fyrst at týna feltið og síðani samstarva um at økja munin. Besta loysn hjá teimum, ið eltu, hevði verið at samstarvast, men so gjørdist ikki. Komnir til Skálavíkar á fyrsta umfarið høvdu Hilmar og Helgi økt munin til 4.35 minuttir til Jákup Petur Eliassen á triðja plássi og 7.05 minuttir til Gunnar Dahl-Olsen á fjórða plássi.
Helgi vór undan síðstu ferð úr Dali
Hilmar Hansen og Helgi Winther Olsen fylgdust allan vegin til Dals aftur, har Helgi í mótbrekkuni í bakandi sólini og undanvindi aftur økti ferðina. Hilmar noyddist at sleppa, og hvør sær súkklaðu teir nú einsamallir móti Húsavík og á mál í Skálavík.
Tá ið avtornaði, hevði Helgi økt munin til Hilmar við 2.16 minuttum og endurvann trygt FM heitið í vegasúkkling. Hilmar helt eisini frástøðuna og vann sannførandi annaðplássið, 12.35 minuttir frammanfyri Jákup Petur á triðjaplássi.
Anida Johannesen vann FM fyri kvinnur
Hjá kvinnum vóru tveir luttakarar, Anida Johannesen og Adél Gyepes. Tær súkklaðu ein styttri tein úr Skálavík til Skopunar og til Húsavíkar at venda og til Skálavíkar aftur. Síðani fóru tær eitt eykaumfar úr Skálavík til Sands og aftur til Skálavíkar.
Samlaður teinur var 61 kilometrar og 1.100 hæddarmetrar. Tær báðar fylgdust megin partin av teininum, men í Líðini av Sandi átti Anida Johannesen munin, og vann undan Adél.
Tá avtornaði, vann Anida FM heitið 2.56 minuttir framman fyri Adél. Eitt flott avrik hjá 61 ára ungu Anidu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2022
Fyrsta opna golfkappingin í ár varð leygardagin á Glyvursnesi
Við at brúka 82 sløg upp á 18 hol gjørdist Hans Pauli – Palli – Henriksen vinnari av ársins fyrstu opnu kapping hjá Tórshavnar Golffelag á Glyvursnesi.
Ætlanin var, at Bygma Open skuldi haldast yvir tveir dagar, men orsaka av vánaliga veðrinum við nógvum vindi leygardagin, varð kappingin stytt niður í ein dag.
Afturfyri fingu teir 13 spælararnir, sum vóru við, frálíkt veður at spæla golf sunnudagin.
Palli Henriksen hevði besta dagin, og megnaði at ganga breytina í 82 sløgum, sum er 10 yvir par og mett at vera heilt gott klárað á Glyvursnesi. Palli fekk við hesum úrsliti eisini regulerað sítt handicapp rættiliga nógv niður.
Nummar tvey gjørdist Líggjas Jógvansson við 85 sløgum og nummar trý gjørdist einasti ‘gesturin’ í opnu kappingini, Wentzel Kamban, sum er hálvur føroyingur, men býr í Íslandi.
Bygma Open var eisini liður í úttøkuni av golfspælarum til oyggjaleikirnar á Guernsey komandi summar, og tríggir teir bestu eru allir við í hesi kapping. Tvær úttøkukappingar verða afturat í summar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2022
Útsetta kappríðingin við Leynavatn eydnaðist væl sunnudagin
Aftaná ein vátan leygardag við Leynavatn, har tað gjørdist neyðugt at útseta kappríðinga til sunnudag, eyðnaðist sunnudagurin stak væl. Sólin skein oman og niðan, og nógv fólk vóru komin at hyggja at kappríðing, skrivar Føroya Ríðingarfelag.
Tað, sum oftast hevur størstan áhuga er Tvíspor 1 flokkurin, har fýra ross kappaðust. Har var tað eiðishesturin Bragi við Jónu Ólavsdóttir, sum tóku við, har tey sleptu í fjør, og vunnu greitt við tíðini 20,21.
Nummar tvey var Marengo við Halli Hansen á bakið. Har var tíðin 21,40. Nummar trý gjørdist Svanna og Barbara Carlsen. Teirra tíð var 21.44.
Tvíspor ung var eisini sera spennandi, og vóru har fleir áhugaverdir riðlar. Flokkin vann Sirkill úr Nólsoy við Ranju K. H. Djurhuus á bakið. Har var tíðin 20,26, og bara fýra hundrandapartar aftanfyri Sílfa og Ása Bárðardóttir. Nummar trý var Báran við Fíu Nolsøe á bakið.
Hinar greinarnar vunnu hesi:
Aftaná FM-kappingina var stuttleikakapping, og hana vann Yrsa H. Djurhuus á hestinum Hepna, skrivar Ríðingarfelagið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2022
Elin V. Tindskarð og hestur hennara, Oskar frá Breiðstøðum, hava vunnið altjóða World Ranking kappingini Aros Gait Event í Herning í Danmark
Aftan á at hava havt ein minni steðg frá ríðingini, er Elin V. Tindskarð aftur at síggja á breytinum til altjóða kappingar.
Elin V. Tindskarð og hestur hennara, Oskar frá Breiðstøðum, vunnu farna vikuskiftið altjóða World Ranking kappingini Aros Gait Event í Herning í Danmark.
Elin V. Tindskarð og Oskar gjørdu ikki mætari enn at tey vunnu T2s greinina rættiliga trygt, og vóru tey eisini á odda í innleiðandi kappingini hósdagin. Leygardagin, tá A finalan var, gjørdu tey bæði so bart og vunnu sannførandi við 7,67 framman fyri Agnethe Schneider á Muni frá Langtved við 7,17, skrivar Ríðisamband Føroya.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald