Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 02. juli 2022 | Nr. 27 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Fyrsti nýbygningurin hjá Framherja handaður reiðarínum

SíÐa 2

1 Leygardagur 02. juli 2022

Góðan lesihug og góðar Føroyaleikir

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Ríkisfelagsskapsmálaráðið

Eitt undarligt mál stakk seg upp í summarfríplágaða politiska kjakinum í vikuni, tá ein danskur andstøðuflokkur skjeyt upp, at hann fór at seta sum krav at koma í stjórn, at eitt aðalráð verður stovnað, sum skal hava ríkisfelagsskapin sum málsøki.

Málið hevur heilt vist fingið størri umrøðu í Føroyum – og helst í Grønlandi eisini – enn tað fekk heima í Danmark.

Tað mest løgna við hesum máli var, at Føroya løgmaður, umboðandi Sambandsflokkin, tók undir við hesum uppskoti, nærum treytaleyst.

Lat tað verða sagt beinanvegin: Sjálvandi skal ein danskur flokkur og/ella ein komandi donsk stjórn sleppa at seta tey aðalráð á stovn, sum teimum lystir.

Umframt at samskipa felags viðurskifti í ríkisfelagsskapinum, heldur konservativi danski flokkurin, at ráðið skal taka sær av at gera danir meira kunnugar við hini londini í ríkinum.

Jú – víst er tað gingið upp fyri dønum, at londini í útnorði eru um at gleppa teimum av hondum. Ikki tí at sjálvstýris- ella fullveldiskenslan er serliga sterk nú, – ikki í Føroyum – men tí at londini spakuliga og natúrliga eru vaksin frá hvørjum øðrum.

Í áratíggjur hava danir havt eina fatan av, at føroyingar og danir eru av sama slagi, og at tað ikki er munur á Føroyum og Danmark – at tað bert eru tveir partar av sama ríki. Men vit, sum búgva í Føroyum vita, at tað er ikki serliga nógv fyri ikki at siga ómetaliga lítið, sum vit hava til felags við danir, og at tað, ið vit hava havt til felags, er fánað sum árini eru liðin.

Hetta er nú gingið upp fyri teimum ráðandi í Keypmannahavn, og vit hava upplivað danskar myndugleikar fara í sjálvsving fyri at venda gongdini. Tað gekk upp fyri teimum, at danska líkasælan mótvegis føroyingum og grønlendingum (ella var tað kanska óttin fyri at blanda seg) hevur elvt til, at tjóðirnar eru vaksnar frá hvørjari aðrari, og at tað ikki er so nógv, ið longur heldur ríkisfelagsskapinum saman.

Danir fóru til verka beinanvegin. Fóru at flagga við grønlendskum og føroyskum fløggum á tjóðardøgunum, sendu ráðharrar og ikki minst kongafamiljuna at vitja títtari enn nakrantíð upplivað fyrr, ja, vístu veruligan áhuga fyri felagsskapinum.

Danska statsradiofoniin varð sent út í fyrrverandi koloniirnar, onkuntíð við kongaligum fylgi fyri, í góðari meining, at upplýsa um felagsskapin. Um mentanina, fólkið, søguna, matin.

Átøk, sum onkursvegna tyktust týdningarleys, sæð við føroyskum eygum, tí okkara sjónarringur er víðkaður so ómetaliga nógv longri enn einans at røkka til Keypmannahavnar í fyrstu atløgu.

Vit hava síðan heimastýrislógina jú siglt okkara egna sjógv. Danir hava ikki blandað seg av týdningi, men hava sagt, at vit kundu fáa alt tað sjálvstýri okkum lysti. At føroyingar hava fótað sær somikið væl eftir 75 ár við heimastýri, tykist nú komið óvart á tey.

Vit hava ikki brúk fyri dønum til annað enn tey málsøkini, sum nú liggja eftir í Danmark, og so nakað av heilsu- og undirvísingarhjálp afturat.

Eyðvitað eru grønlendingar á somu kós – men tað er heldur ikki so langt síðani, at tey fingu sjálvstýri.

Nú heldur ein flokkur á Fólkatingi, at tørvur er á einum ministerium at taka sær av føroyskum og grønlendskum viðurskiftum. OK! Og tey egna við, at onki er til hindurs fyri at ein føroyingur røkir starvið. UM tey finna ein, so friður verið við tí.

Men at løgmaður skal koma og siga, at tað hevði verið hópin lættari hjá landsstýrinum bara at hava eittans ministerium at venda sær til í Keypmannahavn er í besta føri óumhugsað tvætl.

Sjálvandi skulu føroysk landsstýrisfólk samráðast við tey donsku ráðfólkini, sum hava viðkomandi mál um hendi og sjálvandi skal løgmaður tosa beinleiðis við forsætisráðfrúuna um mál, sum hava við ríkisfelagsskapin at gera.

Føroysk landsstýrisfólk hava ikki tørv á einum millumliðið í form av einum ríkisfelagsskapsmálaráði. Tað var eisini vælsaktans ein orsøk til, at man í sínari tíð ikki metti tað neyðugt at varðveita grønlandsmálaráðið í Keypmannahavn.

Sum samríkjaflokkur skal Sambandsflokkurin seta sær mál fyri, hvussu viðurskiftini landanna millum kunnu mennast. At royna at skrúva tíðina aftur, er ongantíð ein gongd leið í politikki. Tað trúðu vit, at Sambandsflokkurin hevði lært.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3279

    Lisnar síður: 14747

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 02. juli 2022

Fyrsti nýbygningurin hjá Framherja handaður reiðarínum

Akraberg var hósdagin handaður reiðarínum Framherja í Fuglafirði. Neyvt sami dato sum stóð í sáttmálanum

(Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Hósdagin tann 30. juni kundi Framherji skráseta sín fyrsta nýbygning í føroyska flotanum, og fríggjadagin 1. juli var dópur og hátíðarhald í Brattvåg.

Talan er um frysta nýbygning hjá reiðarínum Framherja, sum varð sett á stovn í 1994. Tað eru hjúnini Anfinn Olsen og Elisabeth Eldevig, sum eiga Framherja, og rekur reiðaríið trolara í Barentshavinum, uppsjóvarskip og línuskip, umframt at eiga í Faroe Origin, sum hevur partrolarar.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Framherji varð sett á stovn í 1994 tá ið felagið keypti sítt fyrsta skip. Talan var um flakatrolarin Beinir, sum var farin húsagang, og skuldi seljast á uppboðsølu. Framherji átti hægsta boðið, og skipið fekk navnið Akraberg og heimstað á Toftum, har Anfinn Olsen, reiðari er uppvaksin.

Árið eftir fór skipið til fiskiskap í Barentshavinum, og síðani hevur tað einans gingið ein veg. Felagið eigur í dag ein spildunýggjan verksmiðjutrolara, Fagraberg, sum er eitt uppsjóvarskip, ið er bygt í 1999. Høgaberg, sum er bygt í 2015. Umframt Stapan, Jógvan I og Skørina, sum øll eru línuskip. 

Framherji húsast í gamla bygninginum hjá Vónini í Fuglafirði, sum bleiv høvðusumvældur tá ið reiðaríið keypti bygningin. 

[object Object]Elisabeth Eldevig navngav Akraberg í Brattvåg í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Tvær kreppur síðan felagið undirskrivaði Akraberg
Síðan felagið skrivaði undir sátttmála um ein nýggjan Akraberg, tíðliga í 2020, hava ikki færri enn tvær kreppur verið. 

Fyrsta kreppan var korona, sum hevur herjað seinastu árini, og nú, beint áðrenn skipið bleiv handað, rakti kríggið, sum hevur havt nógvar avleiðingar við sær. Eitt nú er tilfarið blivið munandi dýrari og eisini oljan. 

Hóast hetta, so er reiðarin við gott mót.

- Vit trúgva uppá tað. Vit settu ein rumena í starv, sum fylgdi við arbeiðinum hjá okkum í Rumenia, har skrokkurin bleiv bygdur, og hetta riggaði sera væl. Tá ið skrokkurin bleiv sleipaður til Noregs í januar í ár, hava umboð frá reiðarínum verið her og fylgt við gongdini, og arbeiðið hevur eydnast sera væl, tí skipið bleiv handað okkum í gjár, sum er sami dagur, sum stóð í sáttmálanum. So Vard skipasmiðjan hevur hildið avtaluna til fulnar, sigur Anfinn Olsen, reiðari, tá ið vit hitta hann í Noregi. 

Vit spurdu eisini Anfinn Olsen, hvørju útlitini vóru, nú kríggið herjar, og her sigur reiðarin, at felagið hevur fylgt gongdini neyvt.

- Hetta er ein spent støða. Hetta er ein keðilig støða at enda í, og vit hava fylgt gongdini allatíð. Enniberg, Gadus og Sjúrðarberg eru allir farnir í russiskan sjógv at fiska, aftaná at hava fiskað nógv í norskum sjógvi. Vit hava havt samband við norsk og russiskt reiðarí allatíð, og vit hava sum so ikki upplivað nakað óvanligt ella nakað farligt í sambandi við kríggið, sum kann ávirkað fiskiskapin í Barentshavinum, sigur Anfinn Olsen.

[object Object]Anfinn Olsen (Mynd: Sverri Egholm)

Annar nýbygningurin ávegis
Framherji hevur júst fingið handað sín fyrsta nýbygning, og næsti nýbygningurin er ávegis. 

Tað var í mai mánað í ár, at Framherji kundi avdúka, at felagið hevði undirskrivað sín annan nýbygning. Talan er um eitt knapt 90 metrar langat uppsjóvarskip, sum skal byggjast í Skagen.

Kostnaðurin er umleið 350 milliónir krónur, og skipið verður sera framkomið tá ið tað kemur í føroyska flotan í 2024. 

Hetta verður systurskip til Finn Fríða, sum Varðin letur byggja á somu skipasmiðju. Tó fer nýggi Høgaberg at lasta eitt vet meira enn nýggi Finnur Fríði. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2022

3 Leygardagur 02. juli 2022

Súkklaðu yvir 600 kilometrar til 108 bygdir upp á tvey samdøgur

Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen vórðu fagnaðir, tá teir mikumorgunin komu á mál á Vaglinum í Havn

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Upp á 48 tímar eydnaðist tað Jákupi Petur Eliassen og systkinabarninum, Ken Bærentsen, við hjálp frá øðrum súkklarrum, sum fylgdu við á leiðini, at súkkla til allar bygdir í Føroyum har tað er koyrandi til.

Teir heilsaðu upp á 108 bygdir, og løgdu umleið 610 kilometrar aftur um seg.

Byrjað varð í Sumba mánamorgunin, tá Suðuroyggin, Sandoy, vestari partur av Streymoynni og Vágar vórðu tiknar.

Týsmorgunin vórðu súkklararnir fluttir við tyrluni hjá Atlantsflog til Fugloyar, síðan í Kalsoynna og til Viðareiðis, haáni landfast er til allar bygdirnar í Eysturoy og Streymoy.

Um 9 tíðina mikumorgunin komu teir so á mál á Vaglinum. Jens Kr. Vang, myndamaður, var hjástaddur.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2022

4 Leygardagur 02. juli 2022

Tunnilsprísurin minkar fyri pendlarar

Eysturoyartunnilin setir hámark til 2100 krónur um mánaðin. Gjaldið fyri teir fyrstu 40 túrarnar í mánaðinum verður tó tað sama sum nú

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eysturoyartunnilin hevur nú sett nýggja prísskipan í verk, so at ongin persónbilur kemur at rinda meira enn 2.100 krónur um mánaðin í tunnilsgjaldi. Hetta verður galdandi 1. juli at rokna.

Skipanin ber í sær, at tá ein persónbilur hevur koyrt 40 túrar gjøgnum tunnilin, so verður onki gjald tikið fyri eftirfylgjandi túrar í mánaðinum.

Tað boðaði tunnilsfelagið frá hósdagin.

Hetta er galdandi fyri tey, sum koyra millum Hvítanes og Runavík/Strendur. Tilsvarandi verður mesta gjald fyri túrar tvørtur um fjørðin er 700 krónur um mánaðin.

Skipanin nú er, at goldið verður 75 krónur (25 krónur fyri Rókin/Strendur) fyri teir fyrstu 10 túrarnar. Síðan lækkar gjaldið til 65 (22) krónur fyri túrarnar 11-20, til 40 (13) krónur fyri túrarnar 21-30 og 30 (10) krónur fyri túrarnar 31-40.

Henda skipanin kom í gildið á nýggjárinum. Munurin nú er, at prísirnir fyri túr nummar 40 og hareftir í sama mánaði verður ókeypis. Fram til 1. juli varð goldið 30 (10) krónur fyri allar túrar oman fyri túr nummar 30.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2022

5

Størv

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Starvsfólk til marknaðar- og samskiftisdeildina hjá Fótbóltssambandi Føroya

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Starvsfólk til køkin á Vesturskin

Meira Umsóknarfreist: 17. november 2024

1. og 2. stýrimaður til Smyril Line

Meira Umsóknarfreist:

Arbeiðsfólk til kassavirkið á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Lærlingur til KT Landsins á Gjaldstovuni

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Juniormeistari til Smyril Line

Meira Umsóknarfreist: 31. desember 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024
6 Leygardagur 02. juli 2022

Útlendingar skulu rinda meira fyri at flúgva við tyrlu

Prísirnir fyri rutuflúgving við tyrluni verða tillagaðir 1. september. Við at gera tað dýrari hjá ferðafólki við bústaði uttanlands, er vónin, at tað betrar enn meira um møguleikarnar hjá útoyggjafólki at ferðast við tyrluni, sigur Atlantsflog

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tann1. september verða prísirnir fyri rutuflúgving við tyrluni tillagaðir soleiðis, at tey, ið ikki hava fastan bústað í Føroyum, skulu rinda meira fyri at flúgva við tyrluni.

Tað skrivar Atlantsflog, sum røkir rutuflúgvingina millum oyggjarnar fyri Strandfaraskip Landsins, í tíðindaskrivi.

– Rutuflúgvingin knýtir smáu oyggjarnar upp í meginøkið og er í nógvum førum einasti samferðslumøguleikin hjá útoyggjafólki. Íbúgvar á útoyggj hava tí fyrimunir framum onnur, tá tað ræður um tyrluflúgving. T.d. rinda tey hálvan prís, umframt at tey kunnu bíleggja pláss við tyrluni upp til 30 dagar áðrenn fráferð, meðan onnur í fyrsta lagi kunnu bíleggja sjey og tveir dagar áðrenn. Við at gera tað dýrari hjá ferðafólki við bústaði uttanlands, er vónin, at tað betrar enn meira um møguleikarnar hjá útoyggjafólki at ferðast við tyrluni.

Soleiðis sær nýggja prísbólkingin út:

  • Bólkur 1: Persónar, sum eru skrásettir í fólkayvirlitinum við bústaði á útoyggj, rinda index 50.
  • Bólkur 2: Persónar, sum eru skrásettir í fólkayvirlitinum við bústaði í Føroyum, rinda index 100.
  • Bólkur 3: Persónar, sum ikki eru skrásettir í fólkayvirlitinum, rinda index 300.

Dømi: Tá bólkur 2 rindar 100 krónur, rinda útoyggjafólk 50 krónur, og úrlendingar rinda 300 krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2022

7 Leygardagur 02. juli 2022

Herjólvur III er nú í dokk

Mest arbeiður í løtuni við íslendsku ferjuni á Skála. Talan er um klárgering til farma- og ferðafólkasigling millum Suðuroynna og miðstaðarøkið, og ein nýggj bilrampa verður gjørd og sett í

Mynd: MEST
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Íslendska ferjan hevur nú verið á Skála í meira enn ein mánað, og nu er hon í dokkini hjá Mest.

Skipasmiðjan boðar í stuttum skrivi frá, at Herjólvur III í løtuni er til 30 ára klassing og klárgering til farma- og ferðafólkasigling millum Suðuroynna og miðstaðarøkið.   
Í hesum sambandi framleiðir og ísetur Mest eisini eina nýggja bilrampu afturi á ferjuni.

Sáttmálin millum Strandfaraskip Landsins og íslendsku eigararnar kom endaliga uppá pláss tíðliga í juni.

[object Object]

Herjólfur III skal sigla við farmi millum Havnina og Tvøroyri, og skal avloysa Smyril seinni í ár, tá strandfaraskipið fer í dokk. Ferjan er 70 metrar lang og 16 metrar breið.

Ivamál hevur verið frammi um, hvørt heldur gamla skipið, ið tekur munandi færri fólk enn bilar enn Smyril, fer at megna at røkja Suðuroyarleiðuna á nøktandi hátt.  





Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2022

8
Leygardagur 02. juli 2022

Nýtt felag vil endurnýggja hvítfiskavinnuna

Saman við Petur Larsen, NM Holding og Farcod hevur Framtak sett eitt nýtt felag á stovn, sum skal vinna seg inn á altjóða flakamarknaðin við talgildum, kappingarførum flakamaskinum og nýmótans umsitingarloysnum

Rógvi Róin, Ben Arabo og Atli Larsen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hvítfiskavinnan um allan heim hevur torført við at endurnýggja vinnutólini, tí lítið liggur eftir á botnlinjuni. Úrslitið er, at vinnan í stóran mun hevur eldri framleiðslutól, sum hava lutfalsliga lága úrtøku og torført at lúka vaksandi krøv frá myndugleikum. 

Petur Larsen í Fuglafirði hevur lagt til merkis hesa avbjóðing, og fyritøkan hevur tí seinastu árini ment mekaniskar og talgildar loysnir til eldri flakamaskinur, sum betra um raksturin og úrtøkuna. Í 2020 tók Pf. Petur Larsen á seg at menna eina nútímans talgilda flakamaskinu frá grundini. 

Týska fyritøkan, Baader, sum er ein av heimsins størstu maskinframleiðarum til fiskivinnuna, keypti verkætlanina og rættindini at framleiða og selja maskinuna, sum Petur Larsen hevur ment. Maskinan varð almannakunngjørd á stóru fiskivinnustevnuni Seafood Expo í Barcelona í apríl. Maskinan fær góð ummæli, og úrslitini eru góð.

Tað er ein stór og kostnaðarmikil uppgáva at menna nýggjar flakamaskinur, og at vinna seg inn á ein nýggjan marknað. Tørvur var á sterkari beinum at standa á. 

- Vit halda, at hetta er eitt spennandi projekt, sum passar væl til Framtak. Talan er um eitt hátøkniligt menningarprojekt innan fyri eina vinnu, har vit í Føroyum frammanundan hava eitt høgt kunnleikastøði, sigur Ben Arabo, stjóri í Framtak. 

- Tað, at Petur Larsen longu hevur ment eina maskinu frá grundini, prógvar at tey duga tað, tey hava sett sær fyri. Og tað hevur sjálvsagt stóran týdning, leggur Ben Arabo aftrat.  

Sum ein vinnurekandi grunnur vil Framtak virka sum ein vágafúsur og tolin íleggjari, ið er við til at menna føroyskar vinnur, har nýskapan og langtíðarætlanir eru neyðugar.

Familjufyritøka í menning 
Petur Larsen hevur 50 ár á baki, og fyritøkan hevur øll árini veitt viðlíkahald, tænastur og eykalutir til Baader maskinur. Siðbundni parturin av fyritøkuni er ryggurin í fyritøkuni og fær framvegis fremstu raðfesting. Men tað var eyðsæð fyri Rógva Róin, stjóra í Petur Larsen, at altjóða marknaður var fyri nýmenning innan hvítfiskavinnuna. 

- Tí settu vit menningardeildina á stovn og tað hevur gingið væl. Men menningararbeiði krevur nógva orku og nógvan kapital, so vit fóru at leita eftir íleggjarum og samstarvsfelagum. Vit eru serstakliga errin av, at Framtak og hinir íleggjararnir síggja somu stóru møguleikar sum vit, sigur Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen. 

Partapeningurin í nýggja menningarfelagnum verður 10 milliónir krónur, og ætlanin er, at fyrstu flakamaskinurnar fara undir royndarframleiðslu hjá kundum fyrra hálvár í 2023. 

Umframt Framtak eiga privatu íløgufeløgini NM Holding og Farcod í nýggja menningarfelagnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2022

9 Leygardagur 02. juli 2022

Fleiri nýggir bygningar á Skansabryggjuni næsta ár

Talan er um tilsamans 5.100 fermetrar, og eftir ætlan skal alt hetta standa liðugt á heysti næsta ár. Hetta er greitt, eftir at Faroe Ship og MTV-Byggivirkið í gjár skrivaðu undir sáttmála. Faroe Ship hevur eisini ætlanir um at byggja nýggja høvuðsskrivsstovu í sama øki

Mortan Vang, stjóri á MTV-Byggivirkið, og Bogi P. Nielsen, stjóri á Faroe Ship, skrivaðu undir sáttmálan
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Faroe Ship og MTV-Byggivirkið skrivaðu í gjár undir sáttmála um at byggja nýggjar bygningar á Skansabryggjuni, ið tilsamans verða 5.100 fermetrar til støddar og sum koma aftur at verandi 1.500 fermetrunum í Gráa Pakkhúsi.

Mortan Vang, stjóri á MTV-Byggivirkið, og Bogi P. Nielsen, stjóri á Faroe Ship, skrivaðu undir sáttmálan.

- Nýggju bygningarnir verða knýttur at verandi Gráa Pakkhúsi, og koma í staðin fyri tað, sum í dag verður kallað Svarta Pakkhús. Svarta Pakkhús verður tikið niður í sambandi við umskipanina av økinum á Eystaru Bryggju.

[object Object]

[object Object]

Umskipanin av økinum á Eystaru Bryggju hevur eisini við sær, at Faroe Ship hevur ætlanir um at byggja nýggja høvuðsskrivsstovu í sama øki sum nýggju bygningarnir, og samráðingar eru við MTV-Byggivirkið um hesa verkætlanina.  

Bygningarnir verða eftir ætlan lidnir á heysti 2023, skrivar Faroe Ship.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2022

10 Leygardagur 02. juli 2022

Turið F. Arge verður nýggjur forstjóri í BankNordik

Men Árni Ellefsen heldur fram sum forstjóri í eitt tíðarskeið afturat áðrenn Turið tekur við

Turið Finnbogadóttir Arge
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nevndin í BankNordik boðaði mánadagin frá, at Turið F. Arge tekur við sum nýggjur forstjóri eftir Árna Ellefsen, og at Heini Thomsen verður nýggjur stjóri í samtakinum. Árni Ellefsen heldur fram sum forstjóri, væntandi til eftir kunngerðina av ársroknskapinum fyri 2022.

Tá ið Árni Ellefsen í apríl segði seg úr starvi sum forstjóri í BankNordik, fór nevndin undir eina tilgongd at seta nýggja stjórn. Í dag er bankin fegin um at kunngera, at nýggja stjórnin í samtakinum frá 1. juli 2022 verður mannað av Árna Ellefsen, forstjóra, Turið F. Arge, stjóra, og Heina Thomsen, stjóra.

Til tess at tryggja, at týðandi vitan verður varðveitt í samtakinum, og at BankNordik framhaldandi kann rekast víðari á hollum grundarlagi, heldur Árni Ellefsen fram sum forstjóri í eitt tíðarskeið, áðrenn Turið F. Arge tekur við sum forstjóri.

Turið F. Arge hevur starvast í BankNordik síðan 2007, og hevur havt eina røð av ymiskum leiðslustørvum. Hon er útbúgvin cand.merc.aud., hevur eina Executive MBA og hevur seinastu árini røkt starvið sum rakstrarstjóri í samtakinum. Síðan 2015 hevur Turið verið partur av samtaksleiðsluni og ein drívmegi handan góðu gongdina hjá samtakinum.

Heini Thomsen er stautsaut. grannskoðari og hevur seinastu árini starvast hjá grannskoðanarfyritøkuni Januar, haðani hann hevur hollar royndir við grannskoðan at børsskrásettum fyritøkum og fíggjarfyritøkum. Harumframt hevur Heini drúgvar leiðsluroyndir úr grannskoðanarvinnuni.

Bankin fer nú undir tilgongdina at fáa til vega neyðugu sonevndu fit and proper-góðkenningarnar frá Fíggjareftirlitinum.

[object Object]
Turið F. Arge og Heini Thomsen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2022

11 Leygardagur 02. juli 2022

Steinbjørn Hardlei gevst sum rektari á Glasi

Hann byrjar í starvi sum privatkundastjóri hjá Banknordik í august

Steinbjørn Hardlei til høgru (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Glasir skal hava nýggjan rektara. Rektarin seinastu árini, Steinbjørn Hardlei, kunnaði týsmorgunin síni starvsfólk á skúlanum um, at hann hevur sagt seg úr starvi.

Í august tekur hann við starvi sum privatkundastjóri í Banknordik.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur gjørt avtalu við Unu Joensen um, at hon tekur við sum virkandi rektari á Glasi frá 1. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2022

12 Leygardagur 02. juli 2022

Rógvi Mikkelsen nýggjur stjóri á Hilton Garden Inn

Hann hevur fyri stuttum starvast sum hotellleiðari á Hotel Brandan. Nú verður Rógvi Mikkelsen stjóri á Hilton Garden Inn, og byrjar í starvinum beinanvegin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað verður 34 ára gamli havnarmaðurin, Rógvi Mikkelsen, sum nú skal standa á odda fyri Hilton Garden Inn Faroe Islands eftir Martin Restorff, ið hevur sagt seg úr starvinum.

Rógvi Mikkelsen hevur drúgvar royndir úr hotell- og tænastuvinnuni bæði uttanlands og í Føroyum. Til fyri stuttum hevur Rógvi starvast sum hotellleiðari fyri Hotel Brandan.

- Rógvi Mikkelsen hevur viðkomandi og góðar royndir við at leiða og byggja eitt nýtt hotell upp, umframt at hann bæði er framfýsin og hevur greiðar ætlanir fyri, hvussu vit framhaldandi kunnu menna hotellið í rætta Hilton-andanum. Hetta ger hann til júst tann profilin, sum vit hava tørv á fyri at framtíðartryggja eitt framhaldandi høgt tænastustig, eitt gott arbeiðspláss og eitt altjóða brand her í Føroyum,” sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Hilton Garden Inn Faroe Islands.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Tað verður spennandi at arbeiða í eini so stórari og viðurkendari hotellketu. Hetta er eitt avbjóðandi og áhugavert starv, sum eg gleði meg at fara undir. Martin Restorff og starvsfólkini hava gjørt eitt megnar arbeiði higartil, og eg fari við góðum treysti undir at byggja víðari upp á tað góða grundarlagið, sigur Rógvi Mikkelsen.

Hilton Garden Inn Faroe Islands lat upp í oktober 2020. Hotellið er partur av navnframu Hilton-hotellketuni og er einasta altjóða hotell í Føroyum.

- Vit vilja takka Martini Restorff fyri tað stóra arbeiðið, ið hann hevur lagt í at fáa Hilton Garden Inn væl frá byrjan. Vit eru takksom fyri hansara stóra leiklut, sum hevur verið avgerandi fyri góðu gongdina, sigur Niels Mortensen.

Rógvi Mikkelsen byrjar í starvinum beinanvegin, og fer fyrstu tíðina at starvast tætt saman við Martini Restorff, sum er vorðin partur av nevndini fyri hotellið.

[object Object]Martin Restorff (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2022

13 Leygardagur 02. juli 2022

Bústaðir: Teitur Samuelsen er formaður

Nýggja stýrið hevði fyrsta stýrisfund í dag, har stýrið varð skipað

Teitur Samuelsen (Savnsmynd: Ólavur Rasmussen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin varð boðað frá, at landsstýrismaðurin við almannamálum, Sólvit E. Nolsø hevði skift alt stýrið í Bústøðum út orsakað av vantandi stev og arbeiðslag.

Í nýggja stýrinum, sum mánadagin hevði sín fyrsta fund, sita Regin W. Dalsgaard, Petur Even Djurhuus, Jóhanna Lava Køtlum, Henny á Líknargøtu, og Teitur Samuelsen.

Eftir fund við landsstýrismannin var fyrsti stýrisfundurin, har stýrið skipaði seg við Teiti Samuelsen sum formanni, skrivar Bústaðir í tíðindaskrivi.

[object Object]
Nýggja stýrið á Bústøðum saman við landsstýrismannin við almannamálum, Sólvit E. Nolsø. Frá vinstru: Henny á Líknargøtu, Jóhanna Lava Køtlum, Sólvit E. Nolsø, Regin W. Dalsgaard og Teitur Samuelsen. Petur Even Djurhuus er fimmti limur í nevndini (Mynd: Bústaðir)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2022

14 Leygardagur 02. juli 2022

Heldur ikki fram sum nevndarformaður

23. juni hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag aðalfund, og Bogi Jacobsen, nevndarfomaður, bar seg undan afturvali, og varð Ólavur Bjarkhamar valdur í nevndina í hansara stað

Bogi Jacobsen hevur verið formaður seinastu fimm árini (Mynd: Industry.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

23. juni hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag aðalfund. 

Nevndarlimir, sum stóðu fyri vali á aðalfundinum, vóru Bogi Jacobsen, Jóhanna á Bergi, og Odd Eliasen.

Jóhanna á Bergi og Odd Eliasen tóku við afturvali, og vórðu tey vald, men Bogi Jacobsen bar seg undan afturvali, og í hansara stað varð Ólavur Bjarkhamar valdur í nevndina.

Bogi Jacobsen varð valdur í nevndina í Føroya Arbeiðsgevarafelag í 2014, og í 2017 gjørdist hann formaður. Sostatt hevur hann havt fimm ár í formanssessinum.

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag er nú mannað við Høgna Hansen, Kristoffur Laksá, Jens Meinhard Rasmussen, Jón Sigurdsson, Fróða Magnussen, Árna Ellefsen, Jóhannu á Bergi, Odd Eliasen og Ólavur Bjarkhamar.

1. juli hittist nývalda nevndin til fundar, og her varð Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, valdur til nýggjan formann, meðan Høgni Hansen, stjóri í Pf. Poul Hansen, heldur fram sum næstformaður.

[object Object]Jón Sigurðsson (t.v.) formaður og Høgni Hansen næstformaður (Mynd: industry.fo)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2022

15 Leygardagur 02. juli 2022

Føroya Tele byggir nýtt net við 5G

Í vikuni fór stóra og landsumfatandi arbeiðið at byggja nýtt farnet við 5G av bakkastokki. Masturin yviri við Strond í Havn varð tann fyrsta at fáa nýggju útgerðina – arbeiðið komandi vikurnar fer at órógva fartelefondekningin í einum ella fleiri økjum í senn

(Mynd: Føroya Tele)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í august 2021 varð hol sett á arbeiðið at skifta alt farnetið út og byggja 5G omaná.

Talan er um stórarbeiði, sum Ericsson og Føroya Tele gera í felag.

Komandi mánaðirnar verður nýggj útgerð sett upp á 187 ymiskum støðum runt landið, og harumframt verða 34 nýggjar mastrar settar upp, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi.

Sambært Føroya Tele tendrar 5G eftir ætlan fyri øllum í senn um ársskiftið.

Arbeiðið komandi vikurnar fer at órógva fartelefondekningin í einum ella fleiri økjum í senn, men tá ið arbeiðið er liðugt, eru fleiri enn 382 sendistøðir til reiðar at geva føroyingum nýtt farnet við 5G.

Tíðarætlanin fyri arbeiðið sæst her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2022

16 Leygardagur 02. juli 2022

Koks nummar 21 í Evropa

Alchemist í Keypmannahavn vald til bestu matstovu annað ár á rað

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast Koks ikki longur hevur bústað í Føroyum, er “Koks við Leynavatn” komið á ein fínan lista yvir bestu matstovur í Evropa, nevniliga listan, ið kallast OAD Europe Top-150.

OAD stendur fyri ‘Opinionated about Dining’, sum listar 150 tær bestu matstovurnar umframt at viðmæla aðrar matstovur, ið eru verdar eina vitjan.

Og Koks, ið, sum kunnugt, er flutt til Grønlands fyribils, er ikki einasta føroyska matstova, sum verður viðmæld.

Matstovan Barbara verður eisini viðmæld. OAD er soleiðis skipað, at 150 matstovur verða listaðar, og síðan eru tað aðrar, ið fáa eitt HR merki fyri “highly rocommanded” og aðrar, ið fáa eitt R fyri “recommanded”. Barbara fær eitt slíkt R.

Men ein kann seta spurnartekn við hvussu dagførdur hesin listin er. Tí Jákup Sumberg er skrásettur sum høvuðskokkur á Barbaru, hóast tað nú eru nøkur ár síðan hann gavst á Barbaru.

Besta matstovan í Evropa, sambært hesum listanum, er Alchemist í Keypmannahavn, sum fær henda heiður annað árið á rað.

AOD-listin byggir á atkvøður frá yvir 6.000 matummælarum.

15 danskar matstovur eru millum 150 tær bestu, 8 svenskar, ein norsk og ein finsk.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2022

17 Leygardagur 02. juli 2022

Ein blóma til tey, sum ferðslan tók

Sunnudagin 3. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í morgin, sunnudagin 3. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum.

Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma. Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni er altíð fyrsta sunnudag í juli. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.

Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum. Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.

Øll árini, síðani tiltakið byrjaði, eru blómutyssi løgd á støð, har ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív. Í 2021 varð tað skipað eitt sindur øðrvísi, tá 289 blómutyssi vórðu løgd á Tinghúsvøllin í Havn - eitt blómutyssi fyri hvønn av teimum, sum eru deyð í ferðsluvanlukku í Føroyum. Í ár verða blómurnar aftur at síggja kring landið, tá sjálvboðin tíðliga sunnumorgun fara at leggja blómutyssi.

Ein latið lív síðan seinasta minningardag
Eftir fleiri ár við søguliga lágum deyðstølum í ferðsluni, harav tvey ár við ongari deyðsvanlukku, var ein deyðsvanlukka á føroysku vegunum í 2021.

Í desember doyði ein 12 ára gomul genta í syrgiligari vanlukku á landsvegnum við Norðskála. Einhvør deyðsvanlukka í ferðsluni er vanlukkulig. Serliga ringt er tað, tá børn eru partur av vanlukkuni. Í alt eru nú 290 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum, síðani fyrsta ferðsluvanlukkan kravdi eitt mannalív í 1928.

Seinnu árini hevur verið alt longri millum álvarsligu ferðsluvanlukkurnar og talið á teimum, sum doyggja í ferðsluni og hetta er at fegnast um. Men talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða tykist ikki at vika seg. Í 2021 skrásetti politiið 32 ferðsluóhapp við fólkaskaða. Tey síðstu 10 árini hevur hetta talið ligið um 30-35. Um aldarskiftið var hetta talið annars tvífalt so stórt, men tað hendi ein stór broyting til tað betra, millum annað tá promillumarkið varð broytt. Men síðani hevur talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða verið á leið tað sama á hvørjum ári.

0-hugsjónin sigur tó, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni í Føroyum. Tí má annað og meira til, fyri at fáa talið av óhappum við fólkaskaða enn longur niður.

Ráðið fyri Ferðslutrygd metir, at tað er av umráðandi og alstórum týdningi, at farið verður undir skipaðar kanningar av øllum álvarsligum ferðsluvanlukkum í Føroyum.

Víst verður í hesum sambandi til ’Ferðslutrygdarætlanina fyri Føroyar 2019-2027’, har mælt verður til at seta í verk skaðakanningarnevnd fyri ferðsluóhapp í Føroyum. Hetta fyri at fáa neyðuga vitan um álvarsligar ferðsluvanlukkur. Hví tær hendu og hvussu líknandi vanlukkur kunnu fyribyrgjast framyvir. Tað er ein virðiligur máti at læra av vanlukkuligu hendingunum, sum tykjast so óneyðugar og meiningsleysar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2022

18
Leygardagur 02. juli 2022

Ein tvíkilja afturat handað Hiddenfjord

Árnafjall er størsta tvíkilja, sum KJ hevur bygt

(Mynd: KJ)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í farnu viku varð tvíkiljan Árnafjall handað til Hiddenfjord. 

Árnafjall er nýbygningur nummar 58 hjá KJ, og er higartil størsta tvíkilja KJ hevur bygt. Hon er 20 metrar long og níggju metrar breið.  

Tvíkiljan er sera væl útgjørd við millum annað tveimum Palfinger dekkskranum, á ávikavist 90 tonsmetur og 33 tonsmetur, deksspæli og fýra koppum. Harafturat tvær ferðir 500 hk motorum til framdrift og tveimum síðuskrúvum; ein aftan og ein framman. Tvíkiljan er hartil útgjørd við DP skipan og tveimum ljósmotorum ið kunnu synkroniserast til í alt 480 kW. 

Til at betra um langar og harðar arbeiðsdagar er nógv gjørt burturúr, so trivnaður hjá manningini gerst betur, við ljóðbjálving á maskinaríðnum, sigur KJ.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2022

19 Leygardagur 02. juli 2022

Hagstovan: Sølan minkaði nógv 1. ársfjórðing

Sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum lækkaði 14 prosent, sølan av klæðum og fótbúnaði lækkaði 25 prosent, og sølan av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð lækkaði 32 prosent

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í Føroyum minkaði sølan nógv 1. ársfjórðing í ár.

Sambært Hagstovuni er tað vanligt, at sølan fellur 1. ársfjórðing samanborið við 4. ársfjórðing árið fyri. Meðan 4. ársfjórðingur serliga er merktur av jólasølu, er sølan 1. ársfjórðing vanliga meira soltin, og í ár var einki undantak.

Matur og alkoholfríar drykkjuvørur

1. ársfjórðing í ár lækkaði sølan av mati og alkoholfríum drykkjuvørum 14 prosent samanborið við 4. ársfjórðing í fjør. Í árunum 2017 til 2021 hevur talan í miðal verið um eina minking á 10 prosent um hesa tíðina.

Frá 1. ársfjórðingi í 2021 til 1. ársfjórðing í 2022 er sølan lækkað átta prosent. Hetta sama tíðarskeið hækkaði prísurin trý prosent.

Klæðir og fótbúnaður

Sølan av klæðum og fótbúnaði var 25 prosent lægri 1. ársfjórðing í ár í mun til 4. ársfjórðing í fjør. Men fyri hendan vørubólkin er tó ikki talan um eins stóra minking og vanligt.

Í árunum 2017 til 2021 hevur talan í miðal verið um eina minking á 40 prosent.

Frá 1. ársfjórðing í 2021 til 1. ársfjórðing í 2022 er sølan lækkað eitt prosent, og hetta sama tíðarskeið hækkaði prísurin fýra prosent.

Húsbúnaður og húsarhaldsútgerð

Sølan av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð var 32 prosent lægri í mun til 4. ársfjórðing 2021. Aftur her hevur talan verið um eina minking, sum er nakað størri enn undanfarin ár.

Í árunum 2017 til 2021 hevur talan í miðal verið um eina minking á 25 prosent. 

Frá 1. ársfjórðing í 2021 til 1. ársfjórðing í 2022 er sølan lækkað 15 prosent, og hetta sama tíðarskeið hækkaði prísurin fimm prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2022

20 Leygardagur 02. juli 2022

Landsbankin: Sannlíkt at innlánsrenturnar fara at hækka

Nú stjórin í evropeiska miðbankanum hevur boðað frá rentuhækkingum í juli og september, fer danski Nationalbankin væntandi eisini at hækka rentuna, og síðani væntast føroysku peningastovnarnarnir at fylgja hesum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Stjórin í evropeiska miðbankanum hevur boðað frá, at rentuhækkingar verða framdar í juli og september mánað í 2022, sum fer at førka renturnar uppum null aftur.

Tá evropeiski miðbankin hækkar rentuna, fer danski Nationalbankin væntandi at hækka rentuna við, sum síðani væntast at hava rentuhækkingar í føroysku bankunum við sær. Hetta merkir, at tað um stutta tíð er sannlíkt, at negativ renta fyri innlán í føroysku bankunum aftur verður positiv, skrivar Landsbankin.

Enn verður negativ renta kravd av upphæddum, sum bankar hava standandi sum innskot í Nationalbankanum, men tá evropeiski miðbankin hækkar rentuna, fer Nationalbankin væntandi at hækka rentuna við. Renturnar, sum føroysku bankarnir bjóða sínum kundum, plaga at fylgja rentuni hjá Nationalbankanum. Fyrsti bankin í Danmark, Saxo bank, hevur longu boðað frá, at bankin ikki longur fer at krevja negativa rentu fyri innlán frá kundum sínum við virknað frá í morgin, 1. juli.

Fyrst kravdu føroysku bankarnir einans negativa rentu frá vinnukundum, men í 2020 varð innlánsrentan eisini lækkað niðurum null hjá privatkundum.

Ikki allir kundar gjalda negativa rentu fyri síni innlán, men einans teir við innláni, sum fer uppum eina ávísa upphædd. Í 2020 rindaðu privatkundar 11,6 milliónir krónur fyri síni innlán á 11 milliardir krónur í negativum rentum í føroysku bankunum, meðan teir í 2021 rindaðu 26 milliónir krónur fyri síni innlán á 11,7 milliardir krónur. Markið fyri, nær negativ renta skal gjaldast, var sostatt lægri í 2021 enn í 2020, skrivar Landsbankin.

[object Object]
Miðal innlánsrenta í føroyskum bankum (Mynd: Landsbankin)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2022

21 Leygardagur 02. juli 2022

Landsbankin: Útlánsvøksturin eitt vet hægri, enn við árslok

Samlaðu útlánini øktust við 1,1 milliardum krónum ella við 5,4 prosentum í apríl 2022 í mun til apríl í fjør. Føroysku bankarnir hava økt útlánini við 500 milliónum í hesum tíðarskeiði, men um 600 milliónir krónur stava frá øktum útlánum frá donskum realkredittstovnum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroysku bankarnir høvdu útlán fyri tilsamans 16,7 milliardir krónur í apríl 2022 til føroyskar kundar. Í apríl í fjør vóru útlánini 16,2 milliardir krónur, og tey eru tí økt við 3 prosentum ella 500 milliónum krónum.

Vøksturin í útlánunum er eitt vet hægri, enn við endan av fjórða ársfjórðingi 2021, tá tey øktust við 2,7 prosentum í mun árið fyri. Føroysku bankarnir hava økt útlánini við 150 milliónum krónum til tað almenna, 170 milliónir til vinnuna, og 170 milliónir krónur til húsarhaldini í apríl 2022 í mun til apríl í fjør.

Útlánini frá donsku realkredittstovnunum eru í sama tíðarskeiði økt við 600 milliónum krónum; frá 3,4 milliardum í apríl 2021 til 4 milliardir krónur í apríl 2022, sum er ein vøkstur á 17,5 prosent. Meginparturin av útlánunum hjá donsku realkredittstovnunum er sethúsafígging til føroysk húsarhald.

Samanlagt eru útlánini til føroyingar økt við 1,1 milliardum krónum frá føroyskum og donskum fíggjarstovnum í hesum tíðarskeiði. Útlánini vóru 21,5 milliardir krónur tilsamans og samlaði vøksturin í útlánunum frá føroyskum og donskum fíggjarstovnum tilsamans var um 5,4 prosent í apríl 2022.

Serliga er eftirspurningurin hjá vinnuni og kommununum eftir fígging orsøk til vøksturin í útlánunum hjá føroysku bankunum, meðan eftirspurningurin hjá føroyskum húsarhaldum eftir sethúsafígging úr donskum realkredittstovnum er við til at hála samlaða útlánsvøksturin upp í apríl 2022.

[object Object]
Útlánsvøkstur (Mynd: Landsbankin)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2022

22 Leygardagur 02. juli 2022

Hagstovan: Gistingarnar nærum trífaldaðust í mai

Gistinæturnar í mai vóru nærum 29.600 – góðar 19.100 fleiri enn í mai 2021, og nú nærkast vit sama støði sum í juli 2021, sum er besti mánaður nakrantíð

Hilton Garden Inn Faroe Islands (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fleiri útlendingar eru aftur farnir at gista á føroysku gistingarhúsunum, meðan talið á føroyingum minkar á gistingarhúsunum.

Tá koronafarsóttin herjaði hava færri ferðast, og tí áttu føroyingar størstapartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í hesum tíðarskeiðnum, men nú eru fólk farin at ferðast aftur, og tað sæst aftur við, at føroyingar áttu einans 12 prosent av av gistináttunum í mai 2022 samanborið við góð 50 prosent sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan.

Og gistinæturnar í mai vóru nógv fleiri enn í mai í fjør, og nærkast vit sama støði sum í juli í fjør, sum er besti mánaður nakrantíð.

Gistinæturnar í mai í ár vóru 29.586 – gott 19.100 fleiri enn í mai í fjør. Í mai 2021 var talið bert 10.468. Í juli 2021 var talið hinvegin heilt uppi á 31.268.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum. Flestu gistingarnar eru í høvuðsstaðarøkinum, og í mai vóru sløk 90 prosent av gistingunum har.

Av gistingunum í mai áttu danir 46 prosent, meðan fólk úr øðrum londum enn Danmark og Føroyum áttu 42 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2022

23 Leygardagur 02. juli 2022

Intra fingið útlendskan íleggjara

Eigarin í donsku lívtøknisfyritøkuni Pentabase, hevur sett pening í føroyska felagið Intra. Hann eigur nú 20 prosent av felagnum, sum brøðurnir Jaspur og Reimund Langgaard reka

Jaspur Langgaard, Ulf Bech Christensen og Reimund Langgaard
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Intra – sum fyrr æt Krea - byrjaði sítt virksemi í 2003, og var tað tá talan um sniðgeving og heimasíður. 

Í 2015 tóku brøðurnir Jaspur og Reimund Langgaard yvir felagið. Í 2016 byrjaði felagið harumframt at menna eitt intranet. Longu tað fysta árið vóru seldar fleiri loysnir, og móttøkan var sera góð. Tað gjørdist tí greitt, at loysnin hevði potentiali uttanfyri Føroyar.

Í 2017 bleiv Intra umsett til grønlendskt, dansk og enskt. Eitt sum var serstakt við hesum, var at hetta var fyrsta KT-skipan nakrantíð á grønlendskum málið, og var skipanin eisini væl móttikin í Grønlandi

Í 2021 var Intra vorðin so stórur partur av virkseminum, at brøðurnir valdu at miðsavna seg um intranetið og seldu tískil virksemi við heimasíðum og sniðgeving frá. Tá vóru fleiri enn 100 intranet seld í Føroyum og Grønlandi. Tað at heimamarknaðurin hevði tikið skipanina so væl til sín, gjørdi tað sostatt møguligt hjá Leirvíksbrøðrunum at gera eina roynd at koma inn á tann danska marknaðin. 

Vinnuframi, sum eisini sjálvt brúkar nevndarnetið hjá Intra, gjørdi av at stuðla fyrstu royndini til Danmarkar, og kann hetta gott koma at vísa seg til at vera ein góð íløgu - eisini fyri tað føroyska samfelagið. Eftir stutta tíð hevði felagið selt tey fyrstu intranetini í Danmark, m.a. til flogvallin í Odense og lívtøknis fyritøkurnar, Pentabase og Amplexa Genetics.

Stjórin og høvuðseigarin í Pentabase, Ulf Bech Christensen, var so glaður fyri skipanina, at hann nú hevur valt at seta pening í Intra, soleiðis at hann nú eigur 20% av felagnum. Ulf er somuleiðis valdur til nevndarformann í felagnum.

Jaspur Langgard, stjóri á Intra, fegnast stórliga um íløguna, sum gevur fíggjarliga orku til at menna skipanina enn betri, og samstundis at vaksa enn skjótari uttanlands. Útlendski marknaðurin er sera spennandi, men hevur eina heilt øðrvísi sølutilgongd, enn hana sum vit eru von við í Føroyum, og tí hevur verið neyðugt at funnið íleggjara, sum kann hjálpa við hesum partinum. Harumframt hevur Ulf eina holla vitan og góðar kontaktir, sum eisini kunnu tæna felagnum væl. 

Brøðurnir hava, saman við Ulf, lagt eina vakstrarætlan fyri felagið. Visjónin hjá teimum er fyrst at fáa fastatøkur við danska marknaðin, áðrenn teir ætla at satsa uppá altjóða marknaðin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2022

24
Leygardagur 02. juli 2022

Bogi Hansen heiðraður á ICES Decadal Symposium

ICES skipar tíggjunda hvørt ár fyri ráðstevnu við heitinum “Symposium on Decadal Variability of the North Atlantic and its Marine Ecosystems”, og í sambandi við hesar ráðstevnur er vanligt at heiðra granskarar, sum hava virkað innan havgransking í ICES-høpi í nógv ár

Harald Loeng (vinstrumegin) helt røðu fyri Boga Hansen (høgrumegin) undir heiðranini á ráðstevnuni. Harald Loeng er granskari á Havforskningsinstituttet í Bergen og limur í fyrireikingarbólkinum fyri ráðstevnuni
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

ICES hevur júst hildið sonevnda Decadal ráðstevnu í Bergen, har Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni, var ein av heiðursgestunum.

ICES skipar tíggjunda hvørt ár fyri ráðstevnu við heitinum “Symposium on Decadal Variability of the North Atlantic and its Marine Ecosystems”. Í sambandi við hesar ráðstevnur er vanligt at heiðra granskarar, sum hava virkað innan havgransking í ICES-høpi í nógv ár, og hesa ferð var Bogi Hansen ein av trimum heiðursgestum.

Bogi Hansen luttók fyrstu ferð á ICES fundi í 1972 og eru tað sostatt 50 ár síðani.

Bogi hevur í nógv ár verið limur í hydrografiska arbeiðsbólkinum og var eitt skifti eisini formaður í hesum bólki, sum er tann elsti arbeiðsbólkurin hjá ICES.

Hydrografiski arbeiðsbólkurin veitir eitt nú ráðgeving um havfrøðilig viðurskifti til hinar arbeiðsbólkarnar.

Síðan 1999 hevur bólkurin á nærum hvørjum ári givið út eina rapport, sum tekur samanum støðuna viðvíkjandi havklima í Norðuratlantshavi.

[object Object](Skíggjamynd: KvF)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2022

25 Leygardagur 02. juli 2022

36 útbúgvin til privata geiran frá Glasi

Á Hægri Námi á Glasi fáa á hvørjum ári rættiliga nógvir føroyingar prógv í útbúgvingum, ið eru beinleiðis ætlað til føroyska vinnulívið

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað stendur ikki so illa til við at útbúgva føroyingar til privata vinnulívið.

Á Hægri Námi á Glasi fáa á hvørjum ári rættiliga nógvir føroyingar prógv í útbúgvingum, ið eru beinleiðis ætlað til føroyska vinnulívið.

Oddagreinin í BlaðnumVikuskifti vísti annars farna leygardag á, at tað verður gjørt ov lítið við at útbúgva fólk til privata geiran heldur enn at hópframleiða fólk til almenna geiran. Oddagreini bygdi á hagtøl fyri tey, ið luku prógv frá Fróðskaparsetri Føroya fríggjadagin.

Oddagreinin kann lesast her 

Sum viðmerking til oddagreinina hevur Glasir gjørt vart við, at á Hægri Námi á Glasi hava hava 36 fólk fingið prógv í ár, harav nógv tey flestu søkja arbeiði innan privata geiran.

Talan er um sjey fólk, sum fingu prógv í fíggjarbúskapi. Hesi koma at starvast innan búskap, peningastovnar, trygging og ognarsølu.

16 fingu prógv í tænastubúskapi. Hesi koma at starvast innan tænastuvinnuna og ferðavinnuna.

Eisini vóru tað 13, ið fingu prógv í HD 1. parti. Hesi lesa víðari á HD 2. parti og koma at starvast sum grannskoðarar, fíggjarleiðarar og innan búskap og peningastovnar.

- Vit taka upp annaðhvørt ár, og komandi ár hava vit prógvhandan fyri Innovatión og íverksetan, Marknaðarslurbúskapi, Framleiðslutøkni og Byggifrøði. Nógv tann størsti parturin fær starv í privatu vinnuni, so privati geirin er ikki heilt sleptur upp á fjall, skrivar Glasir – Føroya einasta Yrkissetur, sum tey kalla seg. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2022

26 Leygardagur 02. juli 2022

Fyrstu NGK-næmingarnir fingu húgvuna í Sisimiut

Tveir føroyingar gingu í flokkinum, sum hevur tikið studentsprógv á fýra norrønum skúlum

(Mynd: kambsdalur.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týsdagin var prógvhandan hjá Norðuratlantiska Studentaflokkinum (NGK). Hetta fór fram í Sisimiut, har næmingarnir hava gingið sítt seinasta miðnámsskúlaár.

Tað var GUX Sisimiut, sum skúlin eitur, sum stóð fyri tiltakinum, men rektarar, samskiparar og avvarðandi frá øllum fýra londunum vóru við, nú fyrsti flokkurin í hesi serstøku skúlaverkætlan fekk prógv.

Flokkurin byrjaði á Gribskov Gymnasium í august í 2019 og gekk á Miðnámi á Kambsdali heysthálvuna í 2020.

Rektararnir frá teimum fýra samstarvssskúlunum handaðu næmingunum úr teirra egnu londum prógvini, og tað var ein sera hátíðarlig løta í ítróttarhøllini í býnum, har mong vóru í tjóðarbúnum.

Á skránni var m.a. røður frá rektarum, borgarstjóra, næmingum og øðrum umframt grønlendskt kaffiborð, heiðurslønir fyri bestu prógv, góða uppmøting og fyri ídni. Eisini spældi eitt læraraorksetur frá GUX Sisimiut nøkur løg.

Hanna Jensen, rektari á Kambsdali handaði teimum báðum, Femju Poulsen og Angelu Djurhuus, úr Føroyum teirra prógv og helt í tí sambandi eina stutta røðu á føroyskum.

Tá hátíðarhaldið í høllini var av, fóru nýklaktu studentarnir til gongu syngjandi hond í hond oman til tjørnina, har floksmyndir og felagsmynd vórðu tiknar.

Næmingarnir í NGK hava hesi trý árini gingið í skúla á Gribskov Gymnasium, Miðnámi á Kambsdali, Verzlunarskóla Íslands og GUX Sisimiut.

Í august byrjar fjórði NGK flokkurin á Gribskov Gymnasium og triði flokkurin í røðini kemur á Miðnám á Kambsdal at ganga.

Kelda: Miðnám á Kambsdali

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2022

27 Leygardagur 02. juli 2022

102 hvalir í grindini á Sandi

Grindin varð funnin úr Skúvoy mikumorgunin

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Um hálvgun sjey tíðina hósmorgunin komu seðlarnir út frá grindini, sum varð hildin til heima á Sandi um middagsleitið mikudagin.

Orsaka av fløðandi sjógvi vóru ávísir trupulleikar við at fáa teir 102 hvalirnar frá grindini fluttar út á havnarlagið á Sandi, og tað var orsøkin til at tað tók heldur longri tíð enn ætlað at fáa grindina merkta.

Tað vóru fólk á landi í Skúvoy, sum funnu grindina fyrrapartin mikudagin.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2022

28
Leygardagur 02. juli 2022

Knappar 132 milliónir krónur í avlopi

Samtakið Varðin hevði eitt gott ár í fjør. Úrslitið var 33 milliónir betri enn árið fyri

Tey fýra uppsjóvarskipini hjá Varðanum (Mynd: Kiran Jónesarson)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gongur væl hjá Varðanum. Samtakið kann vísa á eitt úrslit eftir skatt upp á 131,8 milliónir krónur fyri 2021 samanborið við 99,3 milliónir í 2020.

Varðin samtakið skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

Varðin hevði aðalfund 21. juni. Úrslitið vísti eitt EBITDA fyri 2021 á 332 milliónir krónur í mun til 236 milliónir krónur fyri 2020. Úrslitið eftir skatt var 131,8 milliónir krónur fyri 2021 samanborið við 99,3 milliónir krónur í 2020.

Parturin av EBIDTA, sum hoyrir til skipini var í 2021 188,2 milliónir krónur (56,7%) og parturin hjá Varðin Pelagic var 139,8 milliónir krónur (42,1%). Fyri undanfarna ár vísa hesi tølini at parturin hjá skipunum var 198,7 milliónir krónur (84%) av samlaða EBIDTA, og parturin hjá Varðin Pelagic var 33,1 milliónir krónur. (7,8%). Varðin Pelagic hevur givið eitt lutfalsliga nógv størri íkast til samlaða úrslitið í 2021 í mun til 2020.

Varðin hevur goldið 103,6 milliónir krónir í skattum og avgjøldum um árið seinastu trý árini. Í 2021 var talið 117 milliónir krónur. Starvsfólka- og hýrukostnaðirnir vóru í 2021 197,6 milliónir. Varðin hevur íalt 370 fólk í starvi.

Um hugt verður eftir úrslitinum áðrenn skatt og avgjøld, so kann hetta sundurgreinast, sum víst niðanfyri:

[object Object]

Fiskiskapur
Samanumtikið var fiskiskapurin góður. Nøgdin av makreli vaks nakað frá undanfarna ári, og svartkjaftakvotan minkaði við 45 prosentum. Nøgdin av sild var á sama støði. Eftir tvey ár uttan lodnu, fiskaðu skipini hjá Varðanum umleið 3.300 tons í 2021.

Eftir Brexit mistu vit atgongdina til at fiska makrel í bretskum sjógvi, og skipini vórðu noydd at byrja makrelfiskiskapin á sumri, tá fiskurin er í føroyskum øki. Tá hevur makrelurin verri góðsku, og gevur lægri prís. Somuleiðis er nógv meiri sigling, tí makrelurin er meiri spjaddur yvir stórt øki í føroyskum, norskum og altjóða sjógvi.

Hetta førdi við sær eina stóra hækking í oljunýtsluni hjá skipunum, og sæst tað á oljuútreiðslunum, sum hækkaðu úr 39,4 milliónum í 2020 til 62,2 milliónir krónur í 2021. Ein partur av hækkingini var hækkandi oljuprísur. Príshækkingin heldur áfram í 2022 í enn stórri mun.

Framleiðsla og søla
Árið 2021 var merkt av methøgari framleiðslu og sølu, har meri enn 114.500 tons eru virkað, harav fremmand uppisjóvarskip landaðu eina stórri nøgd enn undanfarin ár. Árið hevur hildnast væl, hóast skipini vóru útilokað at fiska í bretskum sjógvi.
Framleiddur varð makrelur, fiskaður í føroyskum, norskum sjógvi og altjóða sjógvi.
Sild hevur eisini verið fiskað í føroyskum, íslendskum og altjóða sjógvi. Avbjóngar vóru við at fiska sild, tí at føroysk skip ikki sloppu at fiska í somu økjum sum íslends skip fiskaðu.

Lodna var framleidd í 2021 fyri fyrstu ferð í fleiri ár, og gav henda eitt gott íkast til úrslitið.

Eins og undanfarin ár vóru umlleið 18.000 tons av svartkjafti framleidd og seld til matna.

2021 var metár at taka ímóti fiski frá útlendskum skipum.

Íløgur
Fyri jól skrivaðu Pf. Krossbrekka hjá Pf. Varðanum og Karstensens Skibsværft A/S í Skagen undir sattmála um eitt nýtt nóta- og trolskip, sum skal vera 88 metrar langt. Sáttmálaprísurin er um 340 milliónir krónur. Skipið verður latið reiðarínum í januar 2024.

Varðin er eisini í holt við tvær aðrar nýggjar verkætlanir. Tann eina er Eyðabøur í Norðragøtu, har Varðin saman við Bústøðum, skal byggja 34 luta- og eigaraíbúðir. Ein partur av íbúðunum verða eldraíbúðir.

Hin verkætlanin er, at Varðin og Eysturkommuna skulu byggja nýtt kajøki norðan fyri Tjørnunes við Skálafjørðin. Talan er um 200 metra langa kaj í part, 400 metrar íalt. Somuleiðis skal Varðin gera frystitunnlar.

Varðin Pelagic hevur gjørt íløgur í at økja orkuføri at skera fløk við fýra maskinum. Tað er ein fyrimunur fyri smáfallandi fisk, somuleiðis gevur tað størri smidleika at kunna nøkta tørvin hjá kundunum, at hava fleiri vørur at bjóða. Harafturat er hetta eitt stig í ætlanunum at framleiða meiri av svartkjafti til matna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2022

29
Leygardagur 02. juli 2022

Væl nøgdir við arbeiðið

Nógv er gjørt við íslendska pelagiska trolaran, Guðrún Þorkelsdóttir, sum hevur verið til umvælingar hjá Mest í Havn. Teir vóna at fara til fiskiskap um aftur um vikuskiftið

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Íslendski pelagiski trolarin, Guðrún Þorkelsdóttir, hevur verið til umvælingar hjá Mest í Havn. Nógv er gjørt við skipið og teir vóna at kunna fara aftur til fiskiskap um vikuskiftið.

- Skipið hevur verið á sleipistøð hjá Mest í sjey vikur. Motorurin og skrúvan eru høvuðsumvæld, so er annað viðlíkahald gjørt og alt skipið er málað.

Tað siga maskinmennirnir Guðmundur Helgason og Guðni Kristinsson.

- Vit eru væl nøgdir við arbeiðið. Arbeiðstíðin er eisini góð, tí longri tíð arbeiði tekur, jú dýrari gerst tað. Veðrið skiftir títt í Føroyum, so tað ræður um at mála teir turru tímarnar, siga teir skálkaliga.

- Vit gleða okkum at fara á makrelfiskiskap. Vit fiska eisini svartkjaft, sild og lodnu. Tá vit trola eru vit 10 mans við, og 13 mans, tá vit t.d. fiska lodnu og sild við nót, siga Guðmundur og Guðni.

Guðrún er systirskip við nýggja Ango, fyrrverandi Hoffell. Skipini eru bygd í 1999 og lasta 1600 tons.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2022

30 Leygardagur 02. juli 2022

Reyði Krossur Føroya letur 300.000 kr. til hjálpararbeiði í Bangladesh

Regntíðin er byrjað har, og hevur hon elvt til metstóra vatnflóð. Mett verður, at fleiri enn 7,2 milliónir menniskju er ávirkað og hava átrokandi tørv á skjóli og neyðhjálp

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Regntíðin er byrjað í Bangladesh, og í ár hevur hon elvt til metstóra vatnflóð. Serliga landnyrðingsparturin av Bangladesh er hart raktur. Síðan fyrst í juni hevur áarføri lagt so gott sum heilar landspartar undir í vatni. Fleiri øki liggja púra avskorin, tí vegirnir eru undir í vatni, og eingin streymur er. Mett verður, at fleiri enn 7,2 milliónir menniskju er ávirkað og hava átrokandi tørv á skjóli og neyðhjálp.

Soleiðis skrivar Reyði Krossur Føroya um støðuna í landinum í Suðurasia.

Felagskapurin letur nú 300.000 krónur til hjálpararbeiði í hesum sambandi, og í løtuni verður serliga arbeitt við at  veita bráðfeingis hjálp: at syrgja fyri skjóli, geva mat og reint drekkivatn, heilsutænastur og sálarligan stuðul í økinum.

- Í komandi tíðini fer arbeiðið eisini at snúgva seg um endurbyggjan, so sum hjálp til at umvæla hús og heim, hjálp at keypa neyðugt innbúgv og reinførisútgerð, hjálp at fáa gongd á at vinna sær til lívsgrundarlag aftur, eitt nú við at keypa fræ til bøndur, sum kunnu fáa gongd á landbúnaðan aftur, skrivar Reyði Krossur.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2022

31 Leygardagur 02. juli 2022

Ellisheimið á Sýnini 50 ár

Nýumvældi bygningurin í Miðvági stendur í dag, sum ein av nógvum arkitektoniskum perlum eftir J. P. Gregoriussen

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag, 2. juli, eru liðin hálvthundrað ár síðan ellisheimið í Vágum, sum nú eitur Ellisheimið á Sýnini, varð tikið í nýtslu.

Tað var eftir tógvi stríð, at tað eydnaðist borgarum, kommununum í Vágum, politikarum úr oynni við fleiri, at fáa bygt eitt ellis- og røktarheim í Vágum. Prýðiligi bygningurin stóð liðugur 2. juli 1972.

Tað er navnframi arkitekturin J. P. Gregoriussen, sum hevur sniðgivið hesa arkitektonisku perlu, og stendur bygningurin nú eftir, sum ein varði millum onnur arkitektonisk og eyðkend bygningsverk.

Hesi 50 árini eru tað nógv, sum hava havt ellisheimið sum sítt heim, og man hvørt mansbarn í Vágum á ein ella annað hátt havt og hava eitt tilknýti til ellisheimið, sum avvarðandi.

Í samband við 50 ára dagin, verður hátíðarhald á Ellisheiminum á Sýnini í dag. Frá klokkan 13 til 17 verður opið hús og almenn móttøka verður frá kl. 14. Møguleiki verður at ganga runt á heiminum, vitja búeindirnar, og síggja hvussu alt sær út aftan á stóru umbyggingina sum er farin fram seinastu árini.

Til móttøkuna verður tað Jóngerð Martinsdóttir Nielsen, stjóri fyri Vesturvón sum bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð. Síðani fer Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu og stýrisforkvinna, at flyta fram røðu og Vágakórið syngur nakrar sangir. Til seinast fer Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður við almannamálum at flyta fram røðu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2022

32 Leygardagur 02. juli 2022

Runavíkar býráð samtykt at fara undir svimjihøll

Átta býráðslimir atkvøddu fyri og tveir ímóti. Sostatt hevur býráðið í Runavík játtað 165 milliónir krónur at byggja svimjihøll fyri

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eini 60 áhoyrarar vórðu hóskvøldið møttir upp at hoyra niðurstøðuna hjá Runavíkar býráði. Nú skuldi støða takast um nógv umrøddu svimjihøllina.

Tað eru góð 60 ár síðani málið fór í gongd, og síðani 2016 eru pengar settir av til fyrireiking av svimjihøllini. Svimjihøllin hevur verið nógv umstrídd í økinum, av tí at hon bleiv so nógv dýrari enn ætlað.

Endaligi kostnaðurin gjørdist 165 milliónir.

Orðaskiftið um málið vardi í góðan tíma, og so var atkvøtt. Átta fyri og tvey ímóti. Fýrverk varð skotið uttan fyri býráðssalin eftir fundin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2022

33 Leygardagur 02. juli 2022

Nes kommuna samtykt rammuavtalu við Bústaðir

Bústaðir og Nes kommuna hava í eina tíð samskift um uppskot til rammuavtalu um íbúðarbygging á Toftum til serligar málbólkar hjá Almannaverkinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Síðan januar 2021 hevur Nes kommuna verið í samskifti við Almannaverkið um bygging av íbúðum til borgarar, ið eru fevndir av tænastum hjá Almannaverkinum. Almannaverkið hevur seinni heitt á Bústaðir um at standa fyri verkætlanini.

Verkætlanin inniber at byggja 19 íbúðir á tveir matriklar, sum er sunnan fyri bygningin hjá felagsskapinum Kris.

Bygningurin fer at standa soleiðis, at p-pláss eru frammanfyri. Eftir ætlan hevur bygningurin kjallara og tvær hæddir.

Bústaðir og Nes kommuna hava í eina tíð samskift um uppskot til rammuavtalu um íbúðarbygging á Toftum til serligar málbólkar hjá Almannaverkinum. Í juni hava partarnir gjørt eina rammuavtalu, sum varð løgd fyri og einmælt samtykt á bygdaráðsfundi tann 27. juni 2022.

Eftir summarfrítíðina fer Nes kommuna at gera økið byggiklárt. Bústaðir fyrireika nú sjálva byggingina, og nærri verður væntandi at frætta um tað til heystar.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2022

34 Leygardagur 02. juli 2022

Fyrsti partur av Fiskastykkinum er nú tikin í nýtslu

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at umvæla og skipa fiskastykkið Yviri við Strond, ið helst er einasta heila fiskastykki, sum er eftir í Havnini

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fiskastykkið  Yviri við Strond gerst nú livandi aftur. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari, í samband við at arbeiðið at umvæla og skipa fiskastykkið Yviri við Strond er nú komið so langt áleiðis, at fyrsti partur kann takast í brúk.

Hesin fyrsti parturin av Fiskastykkinum lat upp fyri almenninginum fyrrapartin fríggjadagin.

- Hetta fiskastykki, sum Johannes í Stórustovu virkaði á frá seinast í 1920unum/fyrst í 1930unum til síðst í 1930unum, er helst einasta heila fiskastykki, sum er eftir í Havnini, og verður tað nú gjørt atkomuligt fyri almenninginum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2022

35 Leygardagur 02. juli 2022

Gjørt sáttmála um uppseting av Nólsoyar Pálli

Ætlanin er, at standmyndin av Nólsoyar Pálli skal upp aftur í Vágsbotni áðrenn ólavsøku, og í vikuni varð sáttmáli undirskrivaður um uppseting av standmyndini

Frá vinstru: Bergur Midjord, byggileiðari hjá Articon, Tróndur Sigurðson, formaður í byggi- & býarskipanarnevndini, Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, Høgni Tausen, stjóri á Føroya Grótvirki, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Eyðun Eliassen, stjóri í EYA arkitektar, Gunnvá Fossaberg Ellingsgaard, arkitektur, Jóannes B. Lamhauge, arkitektur á býarskipanardeildini hjá Tórshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í farnu viku boðaði Tórshavnar kommuna frá, at standmyndin av Nólsoyar Páll fór at verða sett uppaftur í Vágsbotni áðrenn ólavsøku, og hósdagin varð sáttmáli undirskrivaður um uppseting av standmyndini.

Eitt serligt fundament verður gjørt og í einum bassengi við sjógvi. Í verður lagdur ein øgiliga stórur steinur, sum standmyndin skal standa á. Uttanum verður gjørd ein træbrúgv.

Arbeiðið er gjørt í samráð við listamannin Hans Paula Olsen, skrivar kommunan.

Tað var í november 2020, at standmyndin varð tikin niður.[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2022

36 Leygardagur 02. juli 2022

Spakin settur í á Argjum

Arbeiðið at gera nýggja Sambýlið í Reynstúni skal vera liðugt síðst í 2023

Sólvit Nolsø loysir fyrsta flagið fyri heiminum (Mynd: Almannamálaráðið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Týsdagin varð skipað fyri hátíðarhaldi, nú spakin varð settur í til Sambýlið í Reynstúni á Argjum.

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður við almannamálum, bar fram røðu, áðrenn hann loysir fyrsta flagið fyri heiminum.

Nýggja Sambýlið í Reynstúni er til fólk við menningartarni og fjølbreki, sum hava tørv á røkt og stuðul alt samdøgrið. Pláss verður fyri 18 búfólkum. Umframt búeindirnar verður felagsøki og starvsfólkaøki.

Í mai mánað vórðu arbeiðstøkusáttmálarnir at byggja sambýlið undirskrivaðir. Tað eru Pf. Articon (jørð, kloakk og bygning), Pf. Maria Poulsen (HVS og ventilatión) og Spf. El.fo (el og ABA), sum fara at standa fyri arbeiðnum.

Tað er Teknistovan MAP arkitektar, ið hevur prosjekterað verkætlanina.

Heimið fer at liggja beint omanfyri rundkoyringina við Glyvursvegin á Argjum. 

Arbeiðið byrjar í næstum og skal verða liðugt síðst í 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2022

37 Leygardagur 02. juli 2022

Nýggj skipan fyri buss- og bilaferðslu í Tjørnuvík skal royndarkoyrast

Mánadagin verður skipanin við ferðsluljósum í Líðini oman móti Tjørnuvík sett í verk, og frá 6. juli verður stongt fyri ferðslu í Tjørnuvík. Óviðkomandi, eisini bussar og húsvognar, skulu parkera uttan fyri bygdina ella á parkeringsøkinum norðan fyri Haldórsvík

Mynd: Pól Sundskarð
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Sunda kommuna, Visit Faroe Islands og Landsverk hava í eitt longri tíðarskeið umrøtt, hvat kann gerast fyri at gera liviumstøðurnar hjá borgarum og vitjandi í Tjørnuvík betri, og hava ymiskar loysnir verið umrøddar við m.a. borgarar í Tjørnuvík og aktørar innan ferðavinnuna. Somuleiðis er frágreiðing við ítøkiligum tilmælum til átøk framleidd og eru tað partar av hesum tilmælum, ið nú verða sett í verk.

Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari, í samband við at ein royndarskipan viðvíkjandi ferðsluni í og tætt við Tjørnuvík, verður sett í verk mikudagin 6. juli og verður virkin alt summarið.

Talan er fyrst og fremst um ferðsluljós, ið verða sett upp í Líðini oman móti Tjørnuvík fyri at fáa ferðsluna at glíða betri, og so tað slepst undan mótkoyrandi ferðslu á hesum smala strekki. Hetta byrjar longu mánadagin 4. juli.

[object Object]
Bygdin verður eisini stongd fyri óviðkomandi ferðslu, og øll vitjandi skulu parkera uttanfyri bygdina, antin á parkeringplássinum beint við bygdina, ella á parkeringsøkinum norðan fyri Haldórsvík.

Síðani eru eisini ymiskt átøk sett í verk; millum annað at sensorar eru lagdir í parkeringsplássini í Tjørnuvík og kunningarskelti verður sett upp í Haldórsvík, ið vísir, um tøk p-pláss eru í Tjørnuvík. Bussar kunnu framyvir ikki parkera í bygdini - bert seta ferðafólk av - og húsvognar kunnu eiheldur parkera í Tjørnuvík. Eins og við bussum verður víst til Haldórsvíkar.

[object Object]

[object Object]
Kort: sunda.fo

Heimasíðan sunda.fo skrivar, at tá summarið er farið afturum verða átøkini eftirmett, og tá verður avgerð tikin um, hvussu ferðafólkaferðslan eigur at skipast framyvir. Somuleiðis verða royndirnar frá hesi skipan brúktar til at meta um slík skipan kann setast í verk aðrastaðni í landinum.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2022

38 Leygardagur 02. juli 2022

Tíðargrein: Skundhjálp og røttu loysnirnar

Í avbjóðandi tíðum ræður um at taka røttu loysnirnar og ikki altíð tær siðbundnu

Christian Andreasen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Christian Andreasen

Hendan greinin er partur av røð av tíðargreinum, sum formenninir í politisku flokkunum skriva á Portalinum næstu tíðina.

Vandin fyri afturgongd altjóða búskapinum setir í løtuni skránna úti í heimi. Prísvøkstur skerjir keypsorkuna eins og rentuhækkingar tálma eftirspurninginum. Tí er vaksandi vandi fyri, at heimsbúskapurin endar í veruligari niðurgongd. 

Stóri prísvøksturin og neiligu útlitini úti hóttir tíverri eisini búskaparliga framburðin hjá okkum. Tí tørvar okkum skjótast at fáa til vega røttu amboðini, so vit megna at standa móti búskaraparligum hóttafalli, sum alheims umstøðurnar kunnu orsaka. 

Høgi prísvøksturin ger eisini gerandisdagin truplan hjá mongum húskjum, serstakliga hjá teimum við lágu inntøkunum. 

Hóast rentuhækkingar er rætti lúturin at tálma altjóða prísvøkstrinum, vil hækkandi lánirentan eisini gerast steinur oman á byrðu, serliga hjá ungu húsaeigarunum, sum nýliga hava sett búgv.

Rættur politikkur
Hóast truplar tíðir undir koronusóttini, hava vit í Føroyum kortini staðfest munandi búskaparliga framgongd hjá okkum. Tað var tí rættur fíggjarpolitikkur at lata landskassan vera buffara í koronuniðurgongdini.

Vit nýtast ikki at falla í fátt. Føroyski búskapurin er stak væl fyri. Vælskipaða útflutningsvinnan hevur tað gott við effektivum rakstri, høgum prísum og framskygdum íløguætlanum. Almenna skuldin er lutfalsliga lítil og hóskandi vælferðarskipanir eru til taks.

Tað er ongin orsøk at stúra í Føroyum. 

Í farnu viku kunngjørdi Hagstovan nýggj hagtøl. Tað vóru stórtíðindi, at okkara útflutningur aftur setti met við sløkum 11 milliardum krónum og einum vøkstri uppá 32%.

Politikkurin hjá samgonguni um forútsigiligar karmar til vinnulívið hevur virkað. Avleidda virksemið hjá okkara útflutningsvinnu eigur lívið í okkara vælferð og samfelag, soleiðis at okkara samlaða framleiðsla seinastu 12 árini er tvífaldað og útflutningurin meir enn trífaldaður.

Grønar loysnir
Á neiligu síðuni øktist kostnaðurin av innfluttari olju heili 66% upp til 1,5 milliardir krónur, og støðan sær út at versna so hvørt sum orkuprísurin hækkar.

Tí er tað umráðandi at reka politikk við tí endamáli at minka um okkara bundni av olju, soleiðis at vit fremja neyðugu umleggingina á landi frá olju til varandi orkukeldur. Eisini eigur politiski myndugleikin at eggja vinnulívið á sjónum at gera íløgur í orkurættar loysnir.

Høgi oljuprísurin ger, at flestøll endurskoða oljunýtsluna. Húski velja grønar loysnir og fyritøkar broyta og tillaga íløgurnar, so tær eisini verða so orkurættar sum gjørligt. Politiski myndugleikin eigur við serskipanum at eggja øllum at velja grønu leiðina, eins og allur almenni geirin skal hava umstøður at seta meira ferð á grøna orkuskiftið.

Hjálparpakki og skattalætti
Landsstýrið er í holt við at greina, hvussu tað almenna kann veita serstaka skundhjálp til teirra, sum hava ilt við at rinda hvørjum sítt av vaksandi inflatiónini og ikki minst orsakað av hækkandi oljuprísunum.

Skjót hjálp er dupult hjálp, verður sagt. Tí er umráðandi at landsstýrið skjótast ger átøk, sum hjálpir, har tað tørvar mest. Skundhjálpin verður tíðaravmarkað og er at vóna, at hon fær virknað stutt eftir ólavsøku.

Sambært búskaparfrøðingum, so er væntandi, at fíggjarligu umstøðurnar fara at batna út á veturin og fer kríggið í Ukraina at linka, fer tað beinanvegin at ávirka prísgongdina rætta vegin.

Samstundis sum arbeitt verður við hjálparpakkum til teirra, sum treingja mest, skal landsstýrið eisini arbeiða við langtíðarloysnum, sum tryggja haldføri í búskapinum. Har eigur landsstýrið m.a. at endurskoða skattaskipan við tí endamáli at lata skattalætta, har tær lægstu inntøkurnar fáa størstu úrtøkuna.

Ásannandi at kommunurnar krevja bróðurpartin av skattinum av lægru inntøkunum, eigur landsstýrið at samskipa skattalætta við kommunala geiran.

Talan verður um eina skipanarbroyting, og tí er besta loysnin, at so breið semja sum gjørligt fæst á hesi neyðugu tillagingini í skattaskipanini.

Styrkja haldførið
Lægri lønarskattur krevur fígging. Á inntøkusíðuni eiga land og kommunur tí at semjast um reguleringar í verandi brúkara- og tænastugjøldum. Í tilgongdini eiga báðir partar at seta sær fyri at effektivisera raksturin, so inntøkurnar røkka betri.

Hóast tann einstaki í ávísan mun kann laga sína nýtslu, so kunnu økt brúkaragjøld raka sosialt skeivt.

Tí eigur landsstýrið í eini skattanýskipan gera tillagingar í almannaveitingum, har útgjald eftir greiðum leisti verður veittur til teirra, sum ikki fáa fyrimun at nýskipanini.

Í avbjóðandi tíðum ræður um at taka røttu loysnirnar – og ikki altíð tær siðbundnu. Tí eigur politiski myndugleikin at gera broytingar á skattaøkinum, sum fara at gera haldførið hjá landskassanum betri, samstundis sum tað gerst meira hugaligt hjá løntakarunum at forvinna til lívsins uppihald.

Christian Andreasen
Formaður Fólkafloksins

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2022

39 Leygardagur 02. juli 2022

Tíðargrein: Vit skulu hava eina tíðarhóskandi fosturtøkulóg

Eg eri ikki fyri fríari fosturtøku – av fleiri orsøkum, men eg eri fyri einum virðiligum og sømiligum rætti til fosturtøku

Ruth Vang (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ruth Vang

Hendan greinin er partur av røð av tíðargreinum, sum formenninir í politisku flokkunum skriva á Portalinum næstu tíðina.

Langabbi mín, føddur í 1878, var móður- og faðirloysingur. Ella tað vil siga, at mamma hansara, sum var ógift, lat hann uppfostra hjá eldri ógiftari kvinnu í Havn, sum man hava tikið sær væl av honum. Tí at síggja til, eftir umstøðunum tá í tíðini, fekk hann ikki nakað vána lív, hóast hørðu byrjanina. Mamman, olduromma mín, rýmdi av landinum undan skommini. Hon tænti eitt skeið hjá eini valafamilju í Danmark, inntil onkur helt hana vera slopna í so lætt, og lat eitt orð falla til konuna í húsinum um ólevnað hennara heima í Føroyum. Sjálvandi kundu tey ikki liva við at hava slíka gentu í húsinum, og hon varð burturvíst. Har endar hennara slóð. Onkur ábending er, at hon doyði fyri egnari hond. Skommin mundi gerast ov tung at bera.

Oldurabba mín vita vit lítið um. Annað enn, at hann var útlendingur, sum legði sína leið framvið her, men sum ikki kom aftur, sum lovað. Kanska sjólætst hann. Kanska ætlaði hann sær bara hetta ævintýrið á leiðini og átti konu og børn aðrastaðni. Tað vita vit ikki. Men vit vita, at sonurin fekk ongar ítøkiligar avleiðingar fyri hansara lagnu. 

Við nútíðarbrillum munnu flestøll halda, at lagnan var órímiliga hørð, og at tað var skilligt, um olduromman valdi fosturtøku, um møguleikin var har. Samtíðis er tað ein óveruligur tanki, hvat so hevði verið av okkum nógvu eftrkomarum hennara.

Óteljandi dømi eru um líknandi kvinnulagnur, ikki bara í Føroyum. Søguliga hevur tað havt sera ógvusligar sosialar avleiðingar, ikki bara fyri kvinnurnar, men sanniliga eisini fyri børnini. Menn eru oftast slopnir munandi lættari. Tað minnir meg um, at man Í Grønlandi heilt fram til 1974, hevði lógarfesta skipan, sum syrgdi fyri, at grønlendsk børn fødd uttanfyri hjúnaband, vóru løgfrøðilliga faðirleys. Sostatt visti tú longu frammanundan sum maður, at erotisk ævintýr við grønlendskum kvinnum vóru púra uttan avleiðingar, um kvinnan gjørdist við barn. Við vanlukkuligum avleiðingum fyri tey áleið 8.000 grønlendsku børnini og mammur teirra, sum rindaðu prísin fyri hesa skipan. 

Vit tosa í hesum døgum um týdningin av javnstøðu í sambandi við barsil og børn. Men fyri tað fyrsta, so er biologiska útgangstøði ikki serliga javnt. Vit skulu ikki nógv ættarlið aftur, so var tað ikki sjálvsagt, at kvinnan yvirlivdi viðgongu og føðing. Enn liva kvinnur undir teimum treytum úti í heimi. Tað tekur mammuni í minsta lagi 9 mánaðir at fáa eitt barn. Tá hava vit ikki tikið bróstagevingina við. At fáa eitt barn tekur pápanum – ja eg skal ikki seta tal á, men vit tosa um minuttir. 

Legg so omaná, at seksuella sjálvræði hevur bara verið galdandi eina evarska lítla løtu í søgu mannaættarinar. Inntil fyri fáum árum síðani var neyðtøka loyvd innan hjúnalag, og eisini uttanfyri, treytað av at tit giftust eftirfylgjandi.

Tá eg av fyrstan tíð stillaði upp í politikki, tryggjaði eg mær, at tað var pláss fyri mínari sannføring um fosturtøku, væl vitandi, at hetta fyrr ella seinni kundi gerast aktuelt. Nú siti eg sjálv á postinum, har eg skal rúma øðrum sannføringum. 

Spurningurin um fosturtøku er ein sera torførur spurningur. Og tað skal hann vera, tí tað er eitt svárt etiskt val ímillum atlitið til mammuna og atlitið til fostrið. Fosturtøkukjakið í Føroyum gevur ta fatan, at tað finnast bara tveir leistir - frí fosturtøka, sum røddir nú enntá vilja skal galda alla viðgongutíðina, ella ein forboðsskipan, sum so gott sum als ikki loyvir fosturtøku. Í øllum førum eru hesi bæði sjónarmiðini tey, vit aloftast hoyra. Og sum so ofta í truplum politiskum málum, so leggja vit okkum í hvør sína skotgrøv.  

Eg eri ikki fyri fríari fosturtøku – av fleiri orsøkum, men eg eri fyri einum virðiligum og sømiligum rætti til fosturtøku. 

Eitt er vist, at føroyska kvinnan fer ikki lætt um fosturtøkuspurningin. Tølini tala sítt. Vit munnu vera tætt at heimsmetinum í lágum fosturtøkutølum. Eisini um vit taka við tær ’føroysku’ fosturtøkurnar, sum verða framdar í Danmark. Men tey, sum bara kenna eitt sindur til veruleikan, vita, at allar kvinnur kunnu koma í so truplar lívsstøður, at fosturtøka fyri tær er frægasti útvegur – eisini kvinnur, sum í útgangstøðinum vóru ímóti fosturtøku. 

Vit eiga at hava eina føroyska fosturtøkulóg, sum avspeglar føroyska hugburðin sum heild, og sum vit í Føroyum kunnu standa inni fyri. Ein lóg, sum tryggjar føroyskum kvinnum rætt og atgongd til fosturtøku, tá persónligar, sosialar ella aðrar umstøður gerast ov svárar.

Ruth Vang
Forkvinna í Framsókn

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2022

40 Leygardagur 02. juli 2022

Nordic Adventure Race 2022 kom til Kvívíkar

36 norðurlenskir skótar kappaðust um at gera bestu træbrúnna um ánna niðan fyri húsinum hjá KFUM-skótunum, og síðani varð gist í skótagarðinum og millum trøini í prestagarðinum á Kirkuteigi. Hetta var partur av postarenning, í føroysku náttúruni, ið varðir í eina viku

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hóskvøldið var rættulig rokan í ánni niðan fyri húsinum hjá KFUM-skótunum í Kvívík, har 36 norðurlenskir skótar kappaðust um at gera bestu træbrúnna um ánna. Hetta er partur av norðurlenska skótaleguni Nordic Adventure Race 2022, sum er skipað sum postarenning í føroysku náttúruni.

Luttakararnir eru úr Noregi, Svøríki, Finlandi, Danmark og Føroyum í aldrinum 13 til 17 ár. Á leguni eru tey skipað í seks skótapatruljur, har hvør einstøk patrulja hevur luttakara úr minst trimum londum.

Legan byrjaði í Havnadali 27 juni, tá Árni Skaale, fiskimálaráðharri og gamal skóti, og Símun Michael Sørensen formaður í Føroya Skótaráð, settu leguna.

Sum navnið sigur, so er henda legan skipað sum er eitt 'Race', ella postarenning, í føroysku náttúruni.

Síðani mánadagin hava tey róð kapp upp á tíð við teinaringi, gingið millum bygdir í mjørka, havt fiskikapping við sluppini Westward Ho, og síðani hagreitt fiskin í Kirkjubø. Hagani til Leynavatn, har tey bygdu tunnuflakar og sigldu kapp við teimum, og nú mikukvøldið kom legan til Kvívíkar.

Skótarnir yvirnátta í 'bivakkum', sum verða riggað til við gongustavum og presendingum og vórðu tær í gjár riggaðir til í skótagarðinum og millum trøini í hugnaliga prestagarðinum á Kirkuteigi í Kvívík. Fríggjadagin gekk leiðin til Kollafjarðar og síðani til Selatraðar. Legan endar tann 4. juli á skótadeplinum í Havnadali.

Legan verður fyrisskipað undir Nordisk Spejderkomité (NSK), og er hetta fyrsta legan av hesum slag. Upprunaliga var ætlanin at hon skuldi verða í 2018, men vegna ymsar umstøður, m.a. koronasóttini, er hon seinkað til í ár. Í Føroyum er tað Føroya Skótaráð, sum skipar fyri.

(Myndir: Jens Kr. Vang)

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2022

41 Leygardagur 02. juli 2022

Fimm føroyskir tónleikarar á Iceland Airwaves

Talan er um Janus Rasmussen, Brimheim, Marius DC, Guðrið Hansdóttir, og Kóboykex

Guðrið Hansdóttir verður millum tey, sum skulu framføra á íslendaska festivalinum í ár (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Fyri stuttum komu vit heim aftur eftir at hava verið við á The Great Escape, sum eydnaðist serstakliga væl, og sum fýra føroyskir tónleikarar settu sín dám á – ein serliga góðan dám á. Nú bera vit tey stóru gleðiboðini, at Føroyar verða umboðaðar av fimm tónleikarum á almennu skránni fyri Iceland Airwaves í ár.

Soleiðis skrivar Faroe Music Export í tíðindaskrivi.

– Iceland Airwaves er eins og The Great Escape ein ógviliga væl umtóktur vinnu- og tónleikafestivalur, sum førir nógvar tónleikarar fram á pall – bæði úrvaldar evnaríkar og kendari tónleikarar, sum nærkast at mynda yvirskriftir í Evropa. Festivalurin er í Reykjavik og varir í tríggjar dagar við høvuðsdenti á at gera vart við nýggjan tónleik, bæði íslendskan og altjóða. Iceland Airwaves dregur hvørt ár stóra fjøld av vanligum áhoyrarum, nógva tónleikavinnu og nógvar tónleikamiðlar úr stórum parti av heiminum. Festivalurin hevur fleiri ferðir havt stóran týdning í fyrsta stignum á yrkisleiðini hjá mongum stórum tónleikarum.

Nógv stór nøvn hava spælt á Iceland Airwaves, og millum tey eru Florence and the Machine, Fatboy Slim, Sigur Rós, Of Monsters And Men, Aurora, Haim, Highasakite, Robyn, Björk, og Vampire Weekend.

Umframt konsertirnar verða ráðstevnur hildnar um dagin, sum fevna um áhugaverd pallborð, tíðarbært kjak, høvuðsrøðarar og ørgrynni av netverksmøguleikum.

Tey føroysku nøvnini, sum fara at framføra á festivalinum eru Janus Rasmussen, Brimheim, Marius DC, Guðrið Hansdóttir, og Kóboykex.

[object Object]

– Allir tónleikarar spæla í minsta lagi tvær almennar konsertir hvør á festivalinum, sigur Glenn Larsen, sum leiðir FMX (Faroe Music Export.).

– Onnur konsertin er fyribils ikki sett í skránna, hin verður á tí ógviliga sentrala spælistaðnum Iðno. Her fara vit at hava okkara egna tiltak bara við føroyskum tónleikarum á pallinum. Hetta tiltakið verður partur av almennu skránni. Kanska fer tað eisini at bera til hjá einstøkum tónleikarum at spæla eina ella fleiri konsertir umframt hesar báðar, men tað er ikki sett inn ella váttað enn.

Glenn Larsen leggur afturat, at FMX hevur bjartar vónir um føroyskan tónleikaútflutning:

– Slóðin, vit løgdu eftir okkum á The Great Escape, er bara ein av mongum, og vit gleða okkum stórliga at navnkenna allar hesar føroysku tónleikararnar á Iceland Airwaves. Føroyski tónleikapallurin er í góðum ráki, og fleiri forvitnislig tíðindi eru í væntu – eisini fyri festivalin í Reykjavík. Vit eru á góðum staði, og nógv áhugavert hendir.

Bókingarstjórin hjá Iceland Airwaves, Sindri Ástmarsson, sigur soleiðis í einari viðmerking:

– Eg havi fylgt føroyska tónleikapallinum seinastu tíggju árini, og tað er sera spennandi at síggja, hvussu langt tey eru komin seinastu tíggju árini. Eg veit, at eg tosi fyri tey flestu í toyminum her, tá eg sigi, at ein av okkara yndisfestivalum er G! festivalurin í Føroyum. Tað er nakað, tú má uppliva í tínari livitíð.

– Toymið handan Iceland Airwaves gleðir seg veruliga at bjóða okkara grannum vælkomin á festivalin í ár og lata gestum okkara síggja eitt sindur av, hvat hendir á hesum skjóttvaksandi og spenanndi pallinum.

Iceland Airwaves er í ár frá 3. til 5. november.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2022

42 Leygardagur 02. juli 2022

Seinastu 12 nøvnini á G!-skránni klár

Eftir tvey ára støðg verður G! festivalurin aftur um tvær vikur

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú eru bert tvær vikur til tað endiliga verður G! festivalur í Syðrugøtu aftur. Fyrireikingarnar til festivalin eru veruliga farnar í gongd, og tað byrjar at merkjast í bygdini, at G! nærkast.

Og nú er tónleikaskráin eisini komin upp á pláss. Í dag kunnger festivalurin 12 aftur at G!-skránni, sum nú kann sigast at vera púra liðug.

Festivalurin skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

Í tónleikaskránni eru 45 bólkar, sum spæla á G! yvir tríggjar dagar – hesir eru úr USA, Trinidad & Tobago, Brasil, Ísrael, Bretlandi, Ungarn, Sveis, Norra, Íslandi, Svøríki, Danmark, og sjálvandi úr Føroyum.

Festivalurin í ár verður sum vit kendu hann undan koronu, og fer enn einaferð at seta altjóða dám yvir Syðrugøtu.

[object Object]

Guðrið Hansdóttir hevur verið virkin tónleikari í tvey áratíggju, og hevur við sínum fangandi, nærlagda og melankolska tónleiki vunnið hjørtuni á bæði føroyskum og útlenskum áhoyrarum. Guðrið hevur spælt víða um og hevur verið á fleiri tónleikaferðum í eitt nú USA.

Nú er hon aftur aktuell við sættu solo-útgávu síni, við heitinum “Gult myrkur”, sum hevur verið sera væl móttikin. Løgini “Blátt myrkur” og “Træ”, har Gurðið syngur saman við Eivør, hava verið nógv spæld í føroyskum og týskum útvarpi. Nýggja útgávan er persónlig, erlig og beint frá hjartanum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Tina Mellem er eitt nýtt føroyskt stjørnuskot, sum vit øll kenna aftur frá X-Factor í Danmark. Tina skuldi spæla síðsta ár, men vit fingu ongantíð høvið at uppliva hana á G! 2021 – men tað var eitt stórt ynski at fáa hana aftur á skránna í 2022.

[object Object]

Lena Anderssen er ein av okkara fólkakæru songkvinnum, sum hevur verið fulltíðarvirkin í á tónleikapallinum, bæði í Føroyum og uttanlands í mong ár. Við fimm útgávum í rygginum og tí sættu – State of the Land – ávegis, fer Lena við bólki at framføra bæði eldri løg og nýggjar sangir á Sandinum fríggjakvøldið 15. juli.

[object Object]

Grundin í nýggjum hami

Tá ið Grundin letur upp hóskvøldið, verður tað í nýggjum hami. Alt hóskvøldið fara vit at hoyra tungmálm í grundini. Og, sum nakað sera forkunnugt, fara vit at uppliva SIC á palli fyri seinastu ferð, mannaðir við Eddie, Frans, Gudmari, Magnusi, Bartali og øðrum gestasangarum.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen)

Eisini fara vit at hoyra Impartial, sum spæla melodiskan tungmálm. Teir vunnu Wacken Metal Battle fyri nøkrum árum síðan, og líkt er til, at bólkurin nú hevur tikið stafettina sum oddabólkur á sterka føroyska tungmálmspallinum.

LLNN, Katla, og Iotunn spæla eisini í Grundini hóskvøldið.

Terr er ein garvaður tónleikaframleiðari úr Brasil, men við støð í altjóða býnum Berlin, har hon eisini rekur sítt egna plátufelag. Hon kemur at diska pumpandi elektrotónar í Grundini fríggjakvøldið.

Tarante Groove Machine er ein bólkur úr Ísrael, og kann kallast ein ordans PARTY bólkur, sum spælir alt frá samba, reggae til balkan-tónleik – og teir eru seinasti bólkur á pallinum á G! 2022.

Svenska Lucky Lo spælir eisini eina solo konsert á Spæliplássinum fríggjakvøldið, og bretin Phat Phil Cooper kemur beinleiðis úr Ibiza at diska fyri okkum í Grundini.

Kristni blues og americana bólkurin Blátt Gras setir festivalin í gongd á spæliplássinum hósdagin; feskasti rokkbólkurin í Føroyum í løtuni, Eimyrja, spælir leygarkvøldið í Grundini áðrenn electro-pop songkvinnuna Frum. Føroyski Hallur Kárason, sum diskar undir navninum Atlas, kemur eisini at spæla í Grundini fyri fyrstu ferð.

Skráin fyri fjósið og barnatiltakið verður kunngjørt í næstum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2022

43 Leygardagur 02. juli 2022

Eli Tausen á Lava við post-klassiskari útgávu

Á "In a Field", sum kom út fríggjadagin, brúkar tónaskaldið sítt minimalistiska tónleikamál til at siga søgur, sum fevna um eitt breitt úrval av persónligum upplivingum og hugsambondum — alt frá hansara tíð í Svøríki og í Føroyum til nostalgisk barndómsminni um filmar og telduspøl

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 24. juni kom Eli Tausen á Lava við eini nýggjari post-klassiskari útgávu, ið ber heitið "In a Field".

Á "In a Field" brúkar tónaskaldið sítt minimalistiska tónleikamál til at siga søgur, sum fevna um eitt breitt úrval av persónligum upplivingum og hugsambondum — alt frá hansara tíð í Svøríki og í Føroyum til nostalgisk barndómsminni um filmar og telduspøl. Tey lýsandi heitini á verkunum geva tónleikinum meining, sum Eli brúkar til at skapa eitt samband við sínar lurtarar.

Síðan fyrstu útgávuna "Impressions" hevur Eli lagt seg eftir einum meira post-klassiskum kompositiónsstíli: stykkini eru styttri og meira melodisk, og hann brúkar elektronikk til at skapa eina umfevnandi atmosferu. Tónleikurin byggir tó framvegis á minimalismu og tað einfalda, við ljómandi harmonium, týðiligum formum, endurtøku og polymetri.

Grundað á eitt ávíst slag av synestesi upplivir Eli at tónleikurin hevur litir. Meðan fyrsta útgávan hevði ein djúpan, lillaðan dám, er "In a Field" meira livandi og himmalblátt — hetta sæst aftur á plátuhúsanum, sum vísir ein bláan bø undir einum ljósareyðum himli.

Eli Tausen á Lava, ið av danska tónleikajournalistinum Jens Cornelius bleiv lýstur sum “Føroya nýggi minimalistur”, er ímillum teir fyrstu føroysku tónleikararnar ið skapa tónleik innan júst ta post-klassisku sjangruna. Hansara úttrykk er filmiskt, og við eini blanding av norðurlendskum sorgblídni og føroyskum stórfingni, fær mann eina kenslu av, at hetta kundi verið tónleikur úr einum filmi ella eini sjónvarpsrøð. Tónleikurin ímyndar náttúruna og endurspeglar ta serføroysku samansetingina av einsemi og samfelagskenslu.

Útgávan "In a Field" kann hoyrast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2022

44 Leygardagur 02. juli 2022

Naleraq fingið nýggjan formann

Pele Broberg varð á eykaaðalfundi hjá flokkinum valdur uttan mótvalevni

Pele Broberg, fyrrverandi landsstýrismaður við uttanríkismálum, er nýggjur formaður í Naleraq (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Herfyri kom fram, at Hans Enoksen, stovnari og formaður í Naleraq í Grønlandi, hevði lagt frá sær sum formaður av persónligum orsøkum, og nú hevur flokkurin fingið nýggjan formann.

Á eykaaðalfundi hjá Naleraq farna leygardag varð Pele Broberg, fyrrverandi landsstýrismaður við uttanríkismálum, valdur til formann.

Broberg varð saman við Jens Napaattooq tilnevndur, og tá hin seinni ikki tók av, varð Broberg valdur uttan mótvalevni, skrivar Sermitsiaq.

Napaattooq varð aftur tilnevndur, tá næstformaður skuldi veljast, og hesaferð tók hann av.

– Eg kann samstarva við øll. Men Pele eri eg errin av at samstarva við sum tættasti samstarvsfelagi. Hann er evnaríkur og so væl egnaður, segði nývaldi næstformaðurin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2022

45 Leygardagur 02. juli 2022

De Konservative vil hava stjórnarráð fyri ríkisfelagsskapin

Hetta ráðið skal virka fyri at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark – m.a. verður skotið upp, at ráðharrin skal vera úr annaðhvørt Føroyum ella Grønlandi, og at ríkisfelagsskrivstovur skulu setast á stovn ymsastaðni í Grønlandi og Føroyum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Danski flokkurin De Konservative heldur, at Danmark átti at havt eitt sjálvstøðugt stjórnarráð, sum fæst við Ríkisfelagsskapin. Hetta ráðið skal virka til at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark.

– Ráðið fær til uppgávu at styrkja samstarvið innan fyri øll øki, men serliga innan útbúgving, mál, vinnu, heilsu og flytføri millum londini, skrivar flokkurin í uppskoti.

Ein avbjóðing er, sambært teimum konservativu, at londini vita ov lítið um hvørtannað. Tí eigur Danmarks Radio eisini at hava fleiri sendingingar um Grønland og Føroyar, og eisini skulu londini í ríkisfelagsskapinum fylla meira í undirvísingini í danska fólkaskúlanum.

– Donsk børn skulu læra meira um Grønland og Føroyar, t.d. landafrøði, stýrisskipan, mentan og søgu, sigur flokkurin sambært Ritzau.

Ráðharrin í hesum nýggja ráðnum skal eisini helst vera úr annaðhvørt Grønlandi ella Føroyum, og fyri at ráðið kann fáa ávirkan, skulu sonevnd Rigsfællesskabskontorer – ríkisfelagsskrivstovur – setast á stovn í fleiri býum á bæði grønlendskum og føroyskum øki, siga tey konservativu.

Býir, sum verða nevndir, eru, umframt Havnin, grønlendsku býirnir Nuuk, Ilulissat, Qaqortoq, Aasisiaat, Sisimiut, og Tassilaq. Eisini eiga líknandi skrivstovur at vera í Danmark, verður sagt.

Flokkurin hevur skotið upp, at 20 milliónir krónur árliga verða settar av til rakstur. Hendan upphæddin skal leggjast afturat játtanini, sum framanundan er sett av til at taka sær av ríkisfelagsskapsmálum í danska uttanríkismálaráðnum.

Samlaðu útreiðslurnar eru, sambært uppskotinum, 113 milliónir krónur árliga.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2022

46 Leygardagur 02. juli 2022

Flokkurin hjá Inger Støjberg kann stilla upp

Ein vika var nóg mikið hjá Danmarksdemokraterne at koma upp um minsta mark fyri undirskriftir, ið eru neyðugar til at stilla upp til næsta fólkatingsval

Í fjør varð hon dømd, men nú ger Støjberg politiskt comeback
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

23. juni stovnaði Inger Støjberg flokkin Danmarksdemokraterne, og fríggjamorgunin - átta dagar seinni - varð kunngjørt, at flokkurin kann stilla upp til næsta fólkatingsval, ið verður í seinasta lagi næsta summar.

Í Danmark skulu í minsta lagi 20.182 sonevndar "vælgererklæringer" - undirskriftir - koma uppá pláss, um ein nýggjur flokkur verður góðkendur.

Næsta fet hjá Støjberg er at fáa góðkenning frá innanríkis- og íbúðarmálaráðnum og ein floksbókstav.

TV2 skrivar, at hetta er tað sama, sum Lars Løkke Rasmussen og Moderaterne gjørdu í mars, og tað er nú so at siga heilt greitt, at hesir báðir nýggju flokkarnir verða á valseðlinum til næsta val.

Inger Støjberg hevur áður verið í Venstre, har hon var næstforkvinna síðstu árini. Eisini hevur Støjberg sitið í stjórnini. Hon var tó dømd í ríkisrætti - 60-daga fongsulsrevsing - fyri at hava givið ólólig boð í leiklutinum sum ráðharri og varð av fólkatingslimum skýrd at vera óegnað til at vera í fólkatinginum.

Hetta forðar henni tó ikki í at stilla uppaftur, og hesaferð verður tað við egnum flokki og eisini við limum, ið áður hava verið í Dansk Folkeparti.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2022

47 Leygardagur 02. juli 2022

Christian prinsur gevst á umstríddum kostskúla

Síðan ein heimildarsending hjá TV2 avdúkaði grova happing, harðskap og kynslig brotsverk á Herlufsholm, hava krúnprinshjúnini verið fyri atfinningum fyri at loyva elstu børnunum at ganga har, men nú er avgjørt, at Christian prinsur ikki fer aftur eftir summarfrítíðina, og systir hansara, Isabella prinsessa byrjar heldur ikki á skúlanum næsta ár

Familjumynd tikin av krúnprinshjúninum og børnunum í sambandi við ferming hjá Isabellu prinsessu 30. apríl (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Danski kostskúlin Herlufsholm hevur seinastu vikurnar verið nógv umrøddur í donskum miðlum.

Orsøkin er ein heimildarsending, sum TV2 sendi fyrst í mai mánað, har m.a. fleiri fyrrverandi næmingar á skúlanum søgdu frá grovari happing, harðskapi og kynsligum brotsverkum, sum høvdu gingið fyri seg á skúlanum.

Í nógv ár hevur skúlin verið settur í samband við yvirstættin, og nakað, sum eisini hevur fylgt nógv í miðlunum seinastu tíðina er, at Christian prinsur, sonur Fríðrik krúnprins og Mary krúnprinsessu, gekk á skúlanum.

Krúnprinshjúnini hava verið fyri atfinningum, tí tey ikki beinanvegin tóku sonin úr skúlanum, tá hesar upplýsingarnar um Herlufsholm komu fram, men ta avgerðina hava tey so tikið nú.

Í fráboðan farna vikuskiftið boða krúnprinshjúnini frá, at Christian prinsur, sum júst er liðugur við fyrsta árið á miðnámi á skúlanum, ikki kemur aftur næsta ár. Systir Christian prins, Isabella prinsessa, skuldi eftir ætlan byrja í 9. flokki á Herlufsholm eftir summarfrítíðina, men hetta verður nú av ongum, stendur í fráboðanini.

Í fráboðanini skriva tey m.a., at avgerðin er tikin í kjalarvørrinum á nógvu atfinningunum.

– Tað hevur verið ein torfør tilgongd hjá okkum sum familja. Men útfrá heildarmyndini og okkara serliga støðu sum krúnprinshjún, hava vit tikið avgerð um, at Christian prinsur gevst á Herlufsholm, og at Isabella prinsessa ikki byrjar í 9. flokki á skúlanum eftir summarfrítíðina.

Herlufsholm, sum er í Næstved á Suðursælandi, hevur verið kostskúli í 456 ár, men tað hevur ikki verið siðvenja hjá teimum kongaligu at ganga har. Tann fyrsti limurin í danska kongshúsinum, sum gekk á Herlufsholm, var Nikolai prinsur, sonur Joakim prins og Alexandru greivinnu. Hann byrjaði í 10. flokki á kostskúlanum í 2014, og gekk hann eisini trý ár í miðnámsskúla har.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2022

48 Leygardagur 02. juli 2022

Kristian Thulesen Dahl rýmir eisini úr Dansk Folkeparti

Fyrrverandi formaðurin var við til at stovna flokkin í 1995 – politiska framtíð hansara er enn óviss

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrrverandi formaðurin og ein av stovnarunum av Dansk Folkaparti, Kristian Thulesen Dahl, boðaði mikudagin frá, at hann hevur meldað seg úr flokkinum.

Hann kallar avgerðina fyri "pínufulla" og upplýsir ikki, hvat hansara ætlanir eru fyri framtíðina.

Morten Messerschmidt, floksformaður, segði farna vikuskiftið, at greiða átti at fáast á framtíðina hjá fyrrverandi formanninum.

Thulesen Dahl skrivar sjálvur, at hann hevur verið fyri “trýsti fyri at taka avgerð um framtíðina”.

Thulesen Dahl er tann 11. í røðini av fólkatingslimum, sum hetta seinasta hálvárið hevur meldað seg úr Dansk Folkeparti.

Eftir fleiri valósigrar lat Kristian Thulesen Dahl formanssessin til Morten Messerschmidt. Tey fólkini, sum nú eru farin úr flokkinum hava sagt, at vánaligt arbeiðslag er orsøkin.

Á fólkatingsvalinum í 2019 fór flokkurin niður í helvt til 16 fólkatingslimir. Eftir formansskiftið er bert fimm fólkatingslimir eftir í flokkinum.

Thulesen Dahl var floksformaður í níggju ár. Hann var við at stovna flokkin í 1995.

Fyrrverandi næstformaðurin, Søren Espersen, og tingbólkaformaðurin í nógv ár, Peter Skaarup, sum eisini vóru við til at stovna flokkin, hava boðað frá, at teir fara úr flokkinum.

Tað hendi eftir at Inger Støjberg í farnu viku stovnaði flokkin Danmarksdemokraterne, sum nú roynir at fáa rættin at stilla upp til komandi val. Hetta sær út til at eydnast, skrivar Ritzau.

Fleiri fyrrverandi limir í Dansk Folkaparti hava longu boðað frá, at tey ynskja at gerast partur av flokkinum hjá Støjberg.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2022

49 Leygardagur 02. juli 2022

Oslo: Tvey fólk lótu lív og fleiri særd av skotum

Ein skottilburður var seinastu leygarnátt verið í norska høvuðsstaðnum – ein persónur varð handtikin í málinum, sum verður kannað sum yvirgangur

(Mynd: Ritzau)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tveir persónar lótu lív, og 21 persónar vórðu særdir í einum skottilburði í norska høvuðsstaðnum Oslo síðstu leygarnátt.

Fyrstu fráboðanirnar um hendingina komu klokkan umleið 1.15 lokala tíð. Eitt eygnavitni segði við NRK, at hann sá ein mann koma á staðið við einari tasku, og úr henni tók hann eitt skotvápn og byrjaði síðani at skjóta.

Stutt fyri klokkan tvey varð boðað frá, at ein persónur varð tikin nærindis, og ein góðan tíma seinni segði norska løgreglan, at tey arbeiddu útfrá einum ástøði um, at har bert var ein brotsmaður.

Brotsmaðurin varð tikin við hjálp frá sivilfólki. Viðkomandi er ein 42 ára gamal norskur ríkisborgari við iranskum uppruna. Hann er skuldsettur fyri dráp, drápsroynd og yvirgang. Talan er um persón, sum er kendur av norsku fregnartænastuni, PST.

Løgreglan kannar nú m.a., um sálarsjúka kann hava spælt ein leiklut.

Av teimum særdu eru tríggir persónar álvarsliga løstaðir.

Skotið varð á trimum støðum, m.a. á dansistaðnum London Pub í miðbýnum í Oslo, sum er vælumtókt hjá samkyndum, skrivar Ritzau.

Fleiri fólk savnaðust á staðnum við ælabogafløggum fyri at vísa samhuga.

Leygardagin skuldi eftir ætlanin vera Pride-skrúðgonga í norska høvuðsstaðnum, men hon varð avlýst eftir áheitan frá løgregluni. Málið verður eisini kannað sum eitt møguligt hatursbrotsverk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2022

50 Leygardagur 02. juli 2022

Trump royndi at misbrúka løgmálaráðið til at vinna valið

Fyri at kunna sáa iva um valúrslitið og hareftir kolldøma tað, royndi Donald Trump at seta síni fólk í løgmálaráðið, men tað miseydnaðist vísti hoyring í Kongressini

Fleiri av leiðandi embætismonnunum í løgmálaráðnum vóru ikki at vika, tá Donald Trump royndi at fáa teir at vera partur av royndunum at broyta valúrslitið. Teir vitnaðu allir undiur 4. hoyringini hósdagin.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað var fullkomin tøgn í Kongresshøllini, tá tríggir av teimum leiðandi embætismonnunum í amerikanska løgmálaráðnum eins og onnur úr Hvítu Húsunum farna hósdag løgdu fram sínar upplivingar, tá táverandi forsetin Donald Trump dag um dag royndi at sannføra teir um, at valið var stolið frá honum, og teir tí áttu at akta hansara boðum um at gera sítt til at steðga góðkenningini av valúrslitinum.

Men tá tað gjørdist Donaldi Trump greitt, at hann megnaði ikki at sannføra hvørki valfólk og embætisfólk kring landið at broyta valúrslitið, og at krøv um nýteljing av atkvøðum og krøv til dómstólar í heili 60 umførum ikki góvu úrslit, tá var løgmálaráðið helst seinasti møguleikin at fáa vent gongdini, soleiðis at hann kundi vera sitandi sum forseti. Men tað skuldi ikki ganga, sum hann hevði vónað. Tí hóast Trump legði sektina á, hvussu skipanin millum stovnar og ráð og Hvítu Húsini virkaði, so slapp hann ikki hesaferðina at trýsta løgmálaráðið til at gerast partur av sínum politiska stríði.

Hesum kundu tey trý vitnini Engel, Donahouge og Rosen, sum allir vóru millum ovastu fólkini í Løgmálaráðnum við drúgvum royndum og høgt virdir, vátta uttan so mikið sum at blunka. Teirra útsøgnir vóru krystallklárar og ærligar. Allar bóru tær boð um, at Trump vildi hava teir at vera partur av royndini at forða fyri, at valúrslitið varð góðkent, kom fram undir hoyringini.

Tá sjálvur løgmálaráðharrin Bill Barr hevði gjørt Trump púra greitt, at hansara roynd at broyta valúrslitið, var einki minni enn “bullshit” og “crazy” og átti ikki ein dropa av sannleika í sær, og hann segði seg úr sessinum, fór Trump bara víðari til aðrar medarbeiðarar í løgmálaráðnum fyri at fáa teir at akta boðum sínum. Tá hann royndi at seta ein av sínum viðhaldsmonnum, Clarke, í sessin hjá Bill Barr elvdi tað til nærum uppreistur í ráðnum. Øll søgdu seg vilja siga upp, um maðurin hjá Trump, Clarke, varð útnevdur til løgmálaráðharra, tí hann hevði als ongar fortreytir fyri tí, tó at hann var ein av stuðlunum hjá Trump.

Clarke og hansara næstu, her m.a. ein av sakførarunum hjá Trump, nevndur Eastmann, vóru  longu tá, eftir loyniligt samstarv við Trump, í ferð við at skriva brøv til valnevndirnar í statum sum Georgia við boðum frá løgmálaráðnum um at koyra verandi valeygleiðarar frá og velja nýggjar valeygleiðarar, sum so skuldu fáa broytt valúrslitið. Men tá tað heldur ikki gekk sum ætlað, stóð so nógv á Trump, at hann ringdi til ovasta valumsitaran í statinum og bað hann skaffa so mikið nógvar atkvøður, at tær broyttu valúrslitið. Men tað gjørdi hann ikki.

Donoghue, eitt av vitnunum, sum sambært eygleiðarum kann fáa stóran týdning, um løgmálaráðið velur at fara víðari við málinum, greiddi sera neyvt frá øllum tí, sum hendi rundan um royndirnar at fáa ráðið at vera partur av kvettroyndini.

Tá hann kendi á sær, at hann ikki kundi hava álit á Trump meira, tí hann alla tíðina broytti útsøgnirnar, setti hann sær fyri, sjálvur við egnum penni at skriva alt niður, sum varð sagt, og fleiri av hansara notatum eru nú týðandi  partur av arbeiðinum hjá kanningarnevndini.

Hann segði bart út við Trump, tá hann ætlaði at seta ein fullkomiliga óroyndan advokat sum ovasta fyri løgmálaráðið, ein sum ongantíð hevði tikið lut í kriminellum sakarmálum, til bráddliga at vera arbeiðsgevara hjá 115.000 starvsfólkum og øllum FBI, at hetta var einki minni enn “nuts”, fullkomiliga burturvið og totalt óforsvarligt. Tá so meginparturin av starvsfólkunum hóttu við at siga upp, um Clarke varð settur, kendi Trump seg tvingaðan at fara burtur frá hesi ætlan men helt tó fram á øðrum “hermótum”. 

Donoghue greiddi undir hoyringini frá einum fundi hann hevði við Trump um Clark:

‘Mr. President, you’re talking about putting a man in that seat who has never tried a criminal case, who’s never conducted a criminal investigation. He’s telling you that he’s going to take charge of the department — 115,000 employees, including the entire FBI, and turn the place on a dime and conduct a nationwide criminal investigations that will produce results in a matter of days? It’s impossible. It’s absurd. It’s not going to happen. It’s going to fail. He has never been in front of a trial jury, a grand jury. He’s never even been to [FBI Director Christopher] Wray’s office.’ … ‘It’s not going to happen. He’s not competent.’

Donoghue was asked whether anyone in the room thought Clark had the appropriate background or supported Clark as acting attorney general. He responded: “No one.” skrivar Washington Post frá hoyringini. 

Nakað tað sama hendi í Arizona. Alla staðni var tó greiða svarið, at valúrslitini vóru góðkend og lóglig. Ikki færri enn 60 rættarmál kring alt USA staðfestu, at valið fór rætt og reiðiliga fram. So mikið desperatur var Trump, kom fram undir hoyringini, at hann helt fast við, at 5000 deyðir amerikanarar høvdu valt Biden. Hetta kundu vitni vísa aftur. Talan var í mesta lagi um ein persón.

Tað var tá hetta ikki eydnaðist hjá Trump, at hann fór undir seinasta leikin, nevniliga at fyrireika álopið á Kongressina og forða sínum varaforseta í at góðkenna valúrslitið. Tað kom fram undir hoyringini av teimum trimum, at teir mettu royndirnar hjá Trump at kolldøma valúrslitið var at meta sum "a murder-suicide pact".

Jeffrey Rosen, sum fyribils tók við eftir Bill Barr sum løgmálaráðharri segði, at tað gekk ikki dagur, at Trump ikki kravdi av sær, at hann skuldi sáa iva um valúrslitið og so legði aftrat: "leave the rest to me and the Republican congressmen".Tað vísti Rosen aftur, tí teir  hildu ikki, at útsøgnirnar hjá Trump bygdu á fakta ella lógina.

Trump og hansara mest trúgvu viðhaldsfólk, her bæði sakførarar og politikarar, komu nú við einari konspiratiónsteori fyri og aðrari eftir antin tað var at geva italskum fylgisveinum skyldina fyri at hava flutt atkvøður frá Trump til Biden ella tað vóru teljimaskinur framleiddar í Venzuela við tí fyri eygað at broyta valúrslitið.

Tað kom so eisini fram undir hoyringini, at fleiri republikanskir politikarar og nakrar av næstu ráðgevum og sakførarunum hjá Trump – tá teir sóu, at royndirnar at broyta valúrslitið ikki fóru at eydnast – royndu at fáa Trump at náa teir, skuldu teir fingið eina sak uppá nakkan seinni. Hetta bleiv kortini av ongum.

Nú henda fimta hoyringin er av verður ein steðgur til í juli, tá tað helst verða tvær hoyringar. Tað vísir seg, at fleiri fólk hava heitt á kanningarnevndina um at leggja fram sínar søgur og eygleiðingar.

Hóast kanningarnevndin ikki hevur møguleika at seta fram ákærur ella fara víðari við málinum, so er tað einans løgmálaráðharrin, ið kann tað. Men kanningarnevndin hevur gjørt greitt, at er tilfar frá hoyringunum, sum løgmálaráðið heldur seg kunna brúka í eini kanning um, hvørvítt Trump og onnur rundan um hann hava gjørt seg sek í brotsgerðum og lógarbrotum av ringasta slag, so er hon tilreiðar at lata hetta.

Í løtuni er annars stórur spenningur, um løgmálaráðharrin í statinum Georgia fer at stevna Trump inn fyri rættin, eftir at hann í bandaðari samrøðu bað valovastan í statinum um at fremja lógarbrot og finna nokk av atkvøðum til, at hann kundi verða valdur.

Ein kanning vísir, at nærum 60% av amerikanska fólkinum heldur tað vera rætt at stevna Trump inn fyri hægri rætt við ákæru um eina roynd at fremja statskvett.

Stóri spurningurin er so, um løgmálaráðharrin heldur tilfarið frá hoyringunum higartil og teimum, sum koma aftrat, er nóg mikið til at stevna Trump, ella um Gerrick Garland sjálvur longu hevur útvegað sær neyðugu prógvini uttan um kanningarnevndina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2022

51 Leygardagur 02. juli 2022

Trump misti tamarhaldið á sær sjálvum

Fyrrverandi forsetin var frá sær sjálvum, og royndi at taka ræðið á bilføraranum, tá hesin av trygdarorsøkum noktaði at koyra til Kongressbygningin, sum tá varð álopin.

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta segði Cassidy Hutshinson, ein av næstu ráðgevunum hjá Mark Meadows, aðalstjóra í Hvítu Húsunum, tá hon vitnaði í 6. hoyringini hjá kanningarnevndini av álopinum á Kongressina 6. januar 2021.

Undir sonevndu “bombshell” hoyringini týsdagin, sum miðlar kring allan heimin endurgóvu týskvøldið, greiddi hon í smálutum frá tí, sum hendi rundan um Donald Trump seinastu dagarnar undan og eftir álopið. Trump, sum undan álopinum, hevði hildið eina torutalu uttan fyri Hvítu Húsini, gjørdi alt hann kundi fyri at sleppa til Kongressbygningin og royndi eisini at taka yvir ræðið á bilføraranum, tá hesin vegna hættisligu støðuna royndi at  koyra burtur frá Kongressbygninginum av trygdarávum.

[object Object]

Tað vildi Trump ikki hoyra talan um, segði hon, tí hann hevði eisini eina uppgávu at røkja har. Tá hann fekk at vita, at fleiri av uppreistrar- og mótmælisfólkunum bóru vápn, svaraði hann, at tað visti hann væl men hesi vápn vórðu ikki ætlað at brúka móti sær. Tá tað løtu seinni frættist, at fleiri av hansara viðhaldsfólkum ætlaðu at drepa varaforsetan Mike Pence, sum ikki vildi líða boðunum frá Trump um ikki at góðkenna valúrslitið, segði Trump, at hann skilti tey væl. Tað vóru ikki hansara viðhaldsfólk, sum høvdu svikið, tað var tvørturímóiti Mike Pence.

25 ára Cassidy er tað vitnið, sum higartil hevur tikið flest á bóli, nú hon segði frá øllum tí hon hoyrdi og upplivdi saman við Trump tær avgerandi løturnar kring 6. januar. M.a. kundi hon upplýsa, at hon hevði verið saman við Trump í tjaldinum nær Hvítu Húsunum stutt áðrenn hann helt røðu har og heitti á mótmælisfólkini at fara til Kongressina, og segði Trump tá við vaktarfólkini hjá Secret Service, at tey áttu at loyva mótmælisfólkunum inn í bygningin, sjálvt vitandi, at hesi vóru alvápnað. 

- Eg stóð tætt við Trump, tá eg hoyrdi hann siga:  "You know, I don’t even care that they have weapons. They’re not here to hurt me,”. Trump fór síðani á pallin og vendi sær móti sínum viðhaldsfólkum og segði m.a.: 

“We’re going to walk down to the Capitol.” Og her eru onnur brot úr vitnishoyringini, sambært Washington Post: 

“The president said something to the effect of ‘I’m the f-ing president. Take me up to the Capitol now,’ to which [Robert Engel, the head of the Secret Service detail] responded, ‘Sir, we have to go back to the West Wing.’ The president reached up towards the front of the vehicle to grab at the steering wheel. Mr. Engel grabbed his arm, said, ‘Sir, you need to take your hand off the steering wheel. We’re going back to the West Wing. We’re not going the Capitol.’ Mr. Trump then used his free hand to lunge towards Bobby Engel,” Hutchinson testified, and said Ornato motioned to his clavicles to describe a kind of choking motion.”

[object Object]

Hutchinson greiddi eisini frá undir vitnisfrágreiðingini løtuna, tá forsetin “gekk amokk” á skrivstovuni í Hvítu Húsunum 1. desember í 2020, tá hansara løgmálaráðharri Bill Bar úttalaði til miðlarnar, at einki svik ella skeivt var farið fram á valinum. Tá tók forsetin allan morgunmatin við ketjuppfløskum og postalíntallerkum og tveitti hesi móti vegginum. 

Hoyringin hevur fingið fleiri eygleiðarar at siga, at hon er møguliga tað skumpið, sum skal til at fáa løgmálaráðharran Merrick Garland at fara undir eina kanning av Trump og hansara leikluti í álopinum á Kongressina. Í eini av yvirskriftunum í Washington Post stóð at lesa í morgun, at frágreiðingini hjá ráðgevanum hjá aðalstjóranum hjá Trump var so mikið ógvuslig og sigandi, at hon er at meta sum “gullkort” fyri løgmálaráðharran skuldi hann loksins tikið stig til kanninga av Trump og hansara leikluti. Hinvegin eru tað advokatar, sum ivast í, um hetta er nóg mikið til at kunna ákæra Trump fyri brotsgerðir. Tað skal meira av ítøkiligum prógvum til tað, og um hesi fara at koma undan kavi til komandi  hoyringarnar í juli og september, er ivasamt.

Hinvegin er longu røringur í í løgmálaráðnum, sum fyrst í hesi vikuni framdi tvær rannsóknir hjá advokatum, sum hava staðið Trump nær.

Bretska blaðið Financial Times hevur eftir hoyrigina í gjár eina áhugaverda greining, har rithøvundin umrøður møguleikarnar hjá Garland fyri at taka málið upp á eitt hægri støði. Hansara niðurstøða er sum eitt tvíeggjað svørð. Tekur hann málið upp kann tað føra til borgarauppreistur. Tekur hann tað ikki upp kann tað føra til tað sama. Tvinnir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2022

52 Leygardagur 02. juli 2022

CIP ger íløgur í grøna orku á Eysturlandinum

Fjarðarbyggð kommuna hevur gjørt avtalu um at leggja stóra orkuframleiðslu í Reyðarfirði

Jón Björn Hákonarson, borgarstjóri, saman við umboðnum hjá CIP, Anna-Lena Jeppsson (Mynd: fjardarbyggd.is)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kommunan Fjarðabyggð á Eysturlandinum og CIP (Copenhagen Infrastructure Partners) hava gjørt avtalu um eina spennandi orkuætlan, hvørs endamál er at framleiðða sokallað e-fuel.

CIP er danska felagið hjá m.ø. føroyinginum Rune Bro Róin, ið var upp á tal at bora Eysturoyartunnilin, og nú skal standa á odda fyri eini rættiligari stórari íbúðabygging í Runavík.

Tað er eitt felag undir CIP, kalla CI ETF I, sum hevur gjørt avtaluna við Fjarðabyggð um staðseting, brúk av havnini , atgongd til vatn og menning av fjarhitaskipanini í Reyðarfirði í sambandi við framleiðsluna av hesum e-brenninum.

Sambært ætlanunum skal framleiðslan liggja í Flateyri og Hómar í Reyðarfirði, og ætlanin er at framleiðslan skal byrja í 2028.

Hetta skrivar Fjarðarbyggð kommuna á heimasíðu sínari.

Avtalan er úrslitið av einum kanningararbeiði við at gagnnýta eina grøna framleiðslu í Reyðarfirði.

- Hetta er eitt týðandi stig í menningini av grønari orkuframleiðslu á Eysturlandinum. Vit hava eina trygga arbeiðsstyrki og trúgva upp á, at henda spennandi verkætlanin fær stóran týdning fyri økið her. Ísland gongur á odda í menningini av burðardyggari orku, sum er alneyðugt í stríðnum móti verðurlagsbroytingunum, sigur Jón Björn Hákonarson, borgarstjóri í Fjarðarbyggð.

Copenhagen Infrastructure Partners er ein av teimum stóru íleggjarunum, tá tað kemur til grønar íløgur í varðandi orku. Á COP26 veðurlagsráðstevnuni kunngjørdi CIP eina ætlan at økja og vaksa um leiklutin í orkuskiftinum við at gera íløgur fyri 100 milliardir evrur innan 2030. Grunnarnir, sum CIP umsitir, hava umleið 120 altjóða stovnskendar íleggjarar, harav fleiri norðurlendskar og altjóða pensjónsgrunnar.

Tá tosað verður um e-fuel verður meint við brennievni, gjørt úr viðvarðandi orku, sum kann koma í staðin fyri kolvetni, so sum bensin og diesel.

Umleið 5.000 íbúgvar búgva í Fjarðarbyggð kommunu, sum er ein samanlegging av fleiri kommunum á Eystfirðum í Íslandi. Størstu býirnir í kommununi eru Neskaupstaður, Reyðarfjørður, Eskifjørður og Fáskrúðsfjørður.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2022

53 Leygardagur 02. juli 2022

Amerikanski hægstirætturin fingið nýggjan dómara

Ketanji Brown Jackson, sum hósdagin varð svórin í eið, er fyrsta afroamerikanska kvinnan at sita í amerikanska hægstarættinum

(Mynd: CNN)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hósdagin varð ein nýggjur hægstærættardómari svorin í eið í USA.

Talan er um um 51 ára gomlu Ketanji Brown Jackson, sum varð góðkend av senatinum í apríl við 53 atkvøðum fyri og 47 ímóti.

Ketanji Brown Jackson hevur yvirtikið sessin hjá 83 ára gamla Stephen Breyer, sum er farin frá vegna aldur eftir meira enn 27 ár sum hægstarættardómari.

Talan er um eina søguliga hending, tí Kentaji Brown Jackson, sum er 116. dómarin í amerikanska hægstarættinum, er eisini fyrsta afroamerikanska kvinnan, sum situr í hægstarættinum.

Stephen Breyer er, eins og Ketanji Brown Jackson, liberalur, og hevur hetta sostatt ikki ávirkað býtið millum liberalar og konservativar dómarar í hægstarættinum. Í løtuni eru seks av níggju dómarum konservativir. 

Ein dómari í amerikanska hægstarættinum kann sita fyri lívið, ella inntil hann velur at leggja frá sær.

Ketanji Brown Jackson hevur seinasta árið verið dómari í einum kærudómstóli í Washington D.C. Áðrenn hetta var hon umdømisdómari í átta ár, og eisini hevur hon arbeitt fyri Stephen Breyer, sum hon júst hevur avloyst.

– Eg havi verið dómari í nærum tíggju ár nú, og eg taki ábyrgdina og skyldur mínar at verða óheft í størsta álvara, sigur Ketanji Brown Jackson, sambært CNN.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2022

54 Leygardagur 02. juli 2022

Biden undirskrivað søguliga vápnalóg

Hetta er fyrstu ferð í 28 ár, at ein størri broyting í vápnalógini verður samtykt av Senatinum – lógin umfatar strangari eftirlit við persónum, sum hava framt ávís brotsverk, og stuðul til, at statir kunnu seta egnar lógir í verk á økinum

Hóast lógin ikki inniheldur alt tað, sum hann kundi hugsað sær, er kortini talan um eina lóg, sum fer at bjarga lívum, sigur amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur skrivað undir eina lóg, sum avmarkar atgongdina til vápn.

Talan er um eina lóg, sum varð góðkend av senatinum og umboðsmannatinginum ávikavíst hósdagin og fríggjadagin, og nú Biden hevur undirskrivað hana, kann hon koma í gildi.

Lógin umfatar m.a. strangari eftirlit av persónum, sum ynskja at keypa vápn, sum annaðhvørt eru dømdir fyri harðskap í heiminum, ella sum í teirra ungu árum eru dømdir fyri ávís brotsverk.

Eisini verður stuðul latin til einstaku statirnar, so teir kunnu seta í gildi teirra egnu lógir, sum forða persónum í at keypa vápn, um teir vera mettir at vera til vanda fyri sær sjálvum ella øðrum.

Sambært Ritzau er hetta fyrstu ferð í 28 ár, at ein størri broyting í vápnalógini er komin ígjøgnum Senatið.

Amerikanski forsetin sigur, at hóast lógin ikki inniheldur øll tey tiltøkini, sum hann kundi hugsað sær, inniheldur hon kortini tiltøk, sum hann hevur ynskt sær leingi, og sum hann væntar fara at bjarga lívum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2022

55 Leygardagur 02. juli 2022

Amerikanski hægstirætturin ógildar 49 ára gamla avgerð um fosturtøku

Fosturtøka er ikki beinleiðis nevnd í amerikansku grundlógini, og tí eru talan ikki um grundlógartryggjað rættindi, sigur meirilutin í amerikanska hægstarættinum, sum ógildaði "Roe v. Wade", sum í 1973 tryggjaði kvinnum í øllum USA rættin til fosturtøku

Fólk mótmæla uttanfyri bygningin hjá amerikanska hægstarættinum í Washington D.C. (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Amerikanski hægstirætturin ógildaði síðsta fríggjadag eina avgerð frá 1973, sum tryggjaði kvinnum rættin til fosturtøku í øllum USA.

Fimm av teimum níggju hægstarættardómarunum atkvøddu fyri at ógilda sonevnda "Roe v. Wade".

Orsøkin til, at meirilutin ikki tekur undir við avgerðini er, at fosturtøka ikki beinleiðis verður nevnd í amerikonsku grundlógini, og er talan tí ikki um grundlógartryggað rættindi, sigur Samuel Alito, hægstarættardómari sambært Ritzau.

Avgerðin hjá hægstarætti var tó ikki heilt óvæntað. Í mai varð eitt skjal hjá einum dómara likið, sum gav eina ábending um, at konservativi meirilutin í hægstarættinum hevði avgjørt at ógilda nærum 50 ára gomlu avgerðina.

Í løtuni eru seks konservativir dómarar og tríggir liberalir dómarar í amerikanska hægstarættinum.

Orsøkin til, at amerikanski hægstirætturin hevur viðgjørt málið av nýggjum er, at staturin Mississippi setti eina lóg í gildi, sum avmarkaði rættin til fosturtøku, og málið endaði síðani í hægstarætti.

Aðrir statir hava eisini sett lógir í gildi, sum avmarka rættin til fosturtøku, og nú hægstirættur hevur ógildað avgerðina frá 1973 væntast fleiri av hesum lógunum at koma í gildi í næstum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2022

56 Leygardagur 02. juli 2022

Russland sleppur ikki at afturrinda skuldina

Megnar einans at rinda í rublum og yuan – men lánsveitarnir vilja hava dollarar ella evrur

Kreml (Savnsmynd: Visualhunt)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyri fyrstu ferð í yvir hundrað ár hevur Russland ikki megnað at rinda sína skuld til útlandið. Russland sigur, at landið hevur pengarnar og viljan at rinda, men at handilstiltøkini forða tí.

Í fleiri mánaðir hevur tað eydnast Russlandi at finna vegir uttan um handilsforðingarnar, sum vórðu settar í gildi eftir innrásina í Ukraina. Men sunnudagin kundi landið ikki rinda renturnar av landsins uttanlandsskuld til tíðina, skrivar Bloomberg.

Russland hevði freist til sunnudagin at niðurrinda 100 milliónir dollarar, men tað eydnaðist ikki.

Hetta er fyrstu ferð síðan 1918, at Russland ikki hevur megnað at rinda sína skuld.

BBC skrivar, at Kreml altíð hevur lagt seg eftir at rinda til tíðina, og tí verður tað mett at raka tjóðarstoltleikan, at tað ikki eydnaðist hesaferð. Russiski fíggjarmálaráðharrin, Anton Siluanov, skal hava kallað støðuna fyri “ein glantrileik”.

Við milliardum av dollarum um vikuna, sum framvegis streyma inn í russiska statskassan frá útflutninginum at orku, vísir Siluanov á, at landið hevur møguleikan og viljan at rinda.

Trupulleikin fyri Russland er, at skuldin skal rindast í dollarum ella evrum, men orsaka av handilstiltøkunum móti Russlandi, kunnu russar einans rinda í rublum ella kinesiskum yuan.

Russland sigur, at upphæddin varð flutt til bankan Euroclear, men at handilstiltøkini forðaðu peningaflutninginum.

Sambært Bloomberg hevur vantandi afturrindanin mest symbólskan týdning fyri Russland, hóast landið upplivir stóra inflasjón og búskaparliga afturgongd.

Lond, ið ikki megna at afturrinda uttanlandsskuld hava trupult við at læna fleiri pengar, men Russland er longu frammanundan forðað í at læna pengar á vesturlendsku marknaðunum, skrivar finska kringvarpið, Yle við Bloomberg og BBC sum keldum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2022

57 Leygardagur 02. juli 2022

Danmark gassfrítt í 2035

Eitt breitt fleirtal í danska Fólkatinginum hevur avgjørt, at donsk húsarhald skulu ikki brúka olju- og gassfýr frá 2035

Orka frá vindmyllum skal avloysa gass í Danmark frá 2035
SkrivaÐ:

Jan Müller

Frá 2035 skulu eingi donsk húsarhald brúka gassfýr til upphiting longur. Tað hevur ein breiður meiriluti í danska Fólkatinginum avgjørt. Sambært avtaluni skal alt gass í Danmark verða grønt frá 2030, og frá 2035 verða ongi hús upphitað við gassi. Nýggja avtalan skal gera tað lættari hjá donskum húsaeigarum at sleppa av við olju- og gassfýr. 

Fyri at røkka hesum máli skulu myndugleikarnir gera tað lættari hjá donskum húsarhaldum at skifta út olju- og gassfýr til fjarhita ella hitapumpur við ymsum tiltøkum.

Í dag brúka 400.000 donsk húsarhald gass til upphiting. Av hesum kemur ein stórur partur úr Russlandi. So talan er bæði um at sleppa av við russiskt gass umframt at fara til meira varandi og minni dálkandi orkukeldur. 

- Við hesi avtaluni verður Danmark at meta sum eitt grønt orkuverk fyri alt Evropa, nú vit eisini fara at fimmfalda orkuna frá havvindmyllum innan 2030 eins og útbyggja vind- og sólorku á landi munandi, sigur danski orkuráðharrin Dan Jørgensen við dr.dk. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2022

58 Leygardagur 02. juli 2022

Vilja steðga sølu av bensin- og dieselbilum í 2035

Orkumálaráðharrar í ES-londunum eru vorðnir samdir um at steðga sølu av bilum, sum koyra uppá lívrunnið brennievni, í 2035

Spanski veðurlags- og orkumálaráðharrin, Teresa Ribera og danski ráðharrin í veðurlags- og orkumálum, Dan Jørgensen á fundi í Luksemborg (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Orkumálaráðharrar í ES eru nú vorðnir samdir um ein lógarpakka á veðurlagsøkinum, sum m.a. snýr seg um at steðga sølu av bilum, sum koyra upp á lívrunnið brennievni, í 2035.

Hendan semjan kom í lag eftir 16 tímar við samráðingum í Luksemborg. 

Lógarpakkin skal tó fyrst gjøgnum ES-tingið, áðrenn hann kann gerast veruleiki.

Danski orkumálaráðharrin, Dan Jørgensen sigur, sambært Ritzau, at hetta er ein stórur sigur, og er semjan eisini eitt stórt stig á leiðini móti einum Evropa, sum ikki er bundið at Russlandi á gass- og orkuøkinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2022

59 Leygardagur 02. juli 2022

Kjarnorka vind í seglunum

Í fleiri londum í Evropa verða kjarnorkuverk nú aftur raðfest ovarliga

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Russiska innrásin í Ukraina og stóri eftirspurningurin eftir orku eins og grøna orkuskiftið hava fingið fleiri lond í Evropa, teirra millum Svøríki til aftur at varpa ljós á kjarnorkuna. Hetta er tann øvugta gongdin, nú kjarnorkan nærum hevur verið eitt banniorð í fleiri londum so sum Svøríki og Týsklandi. 

Sviar, sum hava stongt fleiri av sínum kjarnorkuverkum, umhugsa nú at seta í gongd aftur kjarnorkuverkini bæði fyri at kunna gevast við innflutningi av russiskari olju og  gassi eins og at skunda undir grøna orkuskiftið. Hetta skriva danskir miðlar so sum Berlingske og Jyllandsposten. 

Á einum tíðinafundi nú um dagarnar segði svenski orkuráðharrin, Khashayar Farmanbar m.a.:

- Vit hava tørv á allari tí orku vit kunnu útvega. Okkum tørvar meira vindorku, sólorku og hava eisini brúk fyri kjarnorku. Vit vita, at kjarnorka er dýr og tekur langa tíð at útbyggja. Men nú fara vit at hyggja nærri at hesi orkuni, hvussu vit kunnu broyta reglarnar, soleiðis at vit aftur kunnu fara at menna kjarnorkuna í Svøríki. 

Ikki bara Svøríki hevur kúvent í spurninginum um kjarnorku. Eisini stjórin í IEA, altjóða orkustovninum, hevur heitt á lond um framhaldandi at brúka kjarnorku. Týskland, sum eins og Svøríki, hevði vent kjarnorkuni bakið, er nú eisini vent fullkomiliga í hesum málinum og umhugsar at lata upp aftur kjarnorkuverk. 

Frakland er tað landið í Evropa, sum leggur størst dent á kjarnorku og brúkar í dag 70 prosent av síni orkunýtslu frá kjarnorkuverkum. Finnland er eisini eitt av londunum, sum av álvara er farið at raðfesta kjarnorku.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2022

60 Leygardagur 02. juli 2022

Føroyaleikirnir enda við veitslu í Vágsbotni

Allir luttakararnir savnast í høvuðsstaðnum sunnukvøldið

Frá Voxbotn-tiltakinum leygardagin - sunnukvøldið verður aftur tónleikur at hoyra her (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Lagt er upp til veitslu í Vágsbotni í sambandi við endahátíðarhaldið av Føroyaleikunum, sum eru hetta vikuskiftið.

Føroyaleikir verða á øðrum sinni hildnir hósdagin til sunnudagin. Setanarhald vóru í Tórshavn, Klaksvík, Runavík og Vági hósdagin og fríggjadagin og kappast verður í so at siga øllum ítróttagreinum, sum eru umboðaðar undir ÍSF og so nøkrum afturat.

Tá kappingin er av, verður skipað fyri umfatandi hátíðarhaldi í Havn, har ætlanin er, at øll tey luttakandi á Føroyaleikunum og almenningurin annars fara at hugna sær í sambandi við at leikirnir eru av.

Tað gongur fyri seg í Vágsbotni, har veitslan byrjar klokkan 17 við at eitt mattorg verður latið upp, og at Michael Anthony fer at diska.

Klokkan 19 byrjar ein skrúðgonga við ítróttafólki, sum gongur frá Sjónleikarhúsinum og oman í Vágsbotn, har Føroya løgmaður fer at halda røðu.

Eisini fer ÍSF-forsetin, Elin Heðinsdóttir Joensen, at bera fram eina røðu, og síðan fara Hiddenfjord og Varðin Pelagic at bjóða smábitar í Vágsbotni og í Tórsgøtu.

Eftir hetta verður tónleikur á skránni. Kl. 20 spæla Kim & Jens Marni, kl. 20.45 er tað Jasmin, klokkan 21.30 fer Marius D.C. á pallin og klokkan 22 fer Michael Anthony aftur at diska.

Endahátíðarhaldið í Vágsbotni endar klokkan 23. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juni 2022

61 Leygardagur 02. juli 2022

KÍ varpaði HB úr meistarastríðnum

Klaksvíkingar komu til Havnar og sigraðu. KÍ vann 2-1 á Tórsvølli, og Víkingur vann ruddiliga í Runavík 3-1

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Meðan fyrstu konsertirnar vóru á Voxbotn leygardagin, var ein týðandi dystur í oddinum í Betri deildini leiktur í Gundadali.

Klaksvíkingar vóru á vitjan á Tórsvølli, og tað vóru eisini teir, sum fóru glaðir norð aftur.

Altíð vandamikli Árni Frederiksberg skoraði bæði málini hjá KÍ. Beint fyri hálvleik, í 44. minutti, og stutt inn í seinna hálvleik økti KÍ til 2-0, og setti seg á dystin.

Tá ein góður tími var leiktur, minkaði Adrian Rúnason Justinussen um munin fyri HB til 2-1.

Fleiri mál komu ikki, og KÍ vann 2-1 móti HB og hevur sostatt krøkt havnarmenn av í FM-stríðnum. KÍ vann seg upp á 40 stig, meðan HB hevur 25 stig. 

Tað er enn ikki heilt sloppið hjá klaksvíkingum. Víkingur var á vitjan hjá runavíkingum við Løkin leygarkvøldið, og vann ruddiliga 3-1. Tískil eru enn seks stig á muni millum nummar eitt og tvey í deildini.

Úrslit

HB - KÍ 1-2 (0-1)
44’ Árni Frederiksberg 0-1
50’ Árni Frederiksberg 0-2
61’ Adrian Rúnason Justinsusen 2-1

NSÍ - Víkingur 1-3 (0-2)
17’ Sølvi Vatnhamar 0-1
38’ Gunnar Vatnhamar 0-2
88’ Sølvi Vatnhamar 0-3
90’ Beinir Nolsøe 1-3

EB/Streymur - Skála 1-0 (1-0)
5’ Jóhann Joensen 1-0

AB - B68 0-3 (0-0)
65’ Mohamed Samba
79’ Sebastian Lau Nielsen
84’ Sebastian Lau Nielsen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2022

62 Leygardagur 02. juli 2022

Skála vann fyri fyrstu ferð í ár

Skálamenn vunnu hóskvøldið knúsandi 5-0 móti AB, og settu av álvara eld í botnstríðið aftur. KÍ var aftanfyri móti NSÍ, men endaði við at fara avstað við øllum

Uros hevur fingið gongd á málskjótingina á Skála (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tveir dystir vóru hóskvøldið avgreiddir í 15. umfari í Betri deildini hjá monnum. Hetta er seinasta umfar áðrenn summarsteðgin, og áðrenn nøkur av feløgunum skulu royna seg í Evropa.

KÍ fekk ein hvøkk, tá NSÍ legði seg á odda 2-1 í dystinum, og ikki fyrr enn í evstu løtu hálaðu klaksvíkingar øll stigini í hús. KÍ vann dystin 4-2.

Á Skála tók botnliðið ímóti argjamonnum, sum hava havt tað buldrasligt seinastu tíðina. Skálamenn fingu ikki bara sín fyrsta sigur, men teir hølvaðu AB av, og vunnu 5-0.

Skálamenn kunnu eisini fengast um at nýggi leikarin, Uros Stojanov, kom á máltalvuna tvær ferðir. Um gongd er komin á málrevin, kann hetta tryggja fleiri stig til Skála.

Spenningur er tískil framvegis í botninum. Skála kemur við tí upp á átta stig, og eru tí bara fýra stig frá niðurflytingarstrikuni.

KÍ ger sítt fyri at halda munin niður til Víking, sum nú við einum dysti færri liggur níggju stig aftanfyri klaksvíkingar. 

Seinastu dystirnir fyri summarstøðgin verða spældir í dag.

KÍ - NSÍ 4-2 (1-1)
17’ Jóannes Bjartalíð 1-0
34’ Atli Djurhuus Petersen 1-1
62’ Atli Djurhuus Petersen 1-2
72’ Valerijs Sabala 2-2
91’ Valerijs Sabala 3-2
93’ Árni Frederiksberg 4-2

Skála - AB 5-0 (2-0)
10’ Poul Kallsberg 1-0
39’ Uros Stojanov 2-0
56’ Steinbjørn Olsen 3-0
74’ Uros Stojanov 4-0
83’ Jan Ingason Hansen 5-0

Víkingur-HB (Fríggjadagin kl. 19)
B68-HB (Leygardagin kl. 15)
07 Vestur - EB/Streymur (Leygardagin kl. 16)

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 43 stig*
2. Víkingur 34 stig
3. HB 25 stig
4. B36 22 stig
5. EB/Streymur 20 stig
6. AB 16 stig*
7. NSÍ 15 stig*
8. 07 Vestur 12 stig
9. B68 11 stig
10. Skála 8 stig*

*Ein dyst fleiri


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2022

63 Leygardagur 02. juli 2022

Bagge nýggjur venjari í Runavík

NSÍ hevur funnið sín avloysara eftir at Todi Jónsson varð sagdur úr starvi

Sámal Erik Hentze (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sámal Erik Hentze verður venjari hjá NSÍ restina av kappingarárinum og næsta kappingarár.

Hesum boðaði NSÍ frá hóskvøldið.

- Sámal Erik Hentze er ein kendur venjari í Føroyum, og hevur sera nógvar royndir sum venjari. Sámal Erik Hentze er eisini kendur í felagnum, og tá hann gavst tá segði hann at hann “ikki var liðugur” í NSÍ. Tí fegnast vit um at Sámal Erik Hentze hevur játtað at taka yvir sum høvuðsvenjari, og byrjar hann beinavegin. Avtrat Sámal Erik Hentze kemur Jón Krosslá Poulsen at hjálpa til, og verður hjálparvenjari hjá NSÍ, sigur felagið.

Tað var herfyri, at Todi Jónsson varð koyrdur úr starvi sum venari hjá besta liðnum hjá NSÍ, og síðani hava Poul Helgi Jacobsen og Jens Martin Knudsen tikið sær av uppgávuni.

- NSÍ er í gongd við at byggja upp, og er Sámal Erik Hentze heilt víst rætti maðurin, sum kann flyta NSÍ rættuliga nógv. Vit eru sera fegin og stolt um at Sámal Erik Hentze og Jón Krosslá Poulsen nú eru partur av NSÍ, og gleða okkum til gott samstarv, sigur NSÍ.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2022

64 Leygardagur 02. juli 2022

Jóannes Kalsø Danielsen aftur í KÍ

Hann fór til Danmarkar at spæla við Næstved undan hesum kappingarárinum, men nú er hann aftur í Klaksvík

Jóannes Kalsø Danielsen er aftur í KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jóannes Danielsen er aftur bláur eftir stuttan steðg í Danmark, og hevur skrivað undir sáttmála við KÍ til kappingarenda í 2024.

Fyrsti dysturin hann umboðaði besta liðið hjá KÍ, var í 2015, síðani tá eru tað blivnir til 157 dystir, 12 mál og ein rúgvu av uppleggum. Eftir útlegd í Næstved er hann so komin heim aftur, og í KÍ gleða tey seg til at síggja hann aftur í bláa búnanum. 

KÍ er nummar eitt í landskappingini, og hevur truplan útidyst í Champions League fyri framman. Tað verður mikudagin móti Bodø/Glimt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2022

65 Leygardagur 02. juli 2022

Greiður sigur í góðveðrinum

A-landsliðið við kvinnum var greitt omaná í vinardystinum móti Andorra leygardagin, sum endaði við føroyskum 3-1 sigri

(Mynd: Olena Goffe / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gjørdist ein góður dagur við Djúpumýru, tá kvinnulandsliðið leygardagin tók ímóti Andorra í fyrra vinardystinum í hesum umfarinum. Føroyska liðið var leikliga omaná frá byrjan, og kom til fleiri góðar málmøguleikar, áðrenn tað bragdaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Mona Rasmusdóttir skoraði sítt fyrsta landsliðsmál og legði Føroyar á odda.

Løtu seinni økti Jensa Tórolvsdóttir til 2-0, áðrenn Andorra beint fyri hálvleik minkaði um munin. Í seinna hálvleiki varð føroyski sigurin staðfestur, tá Heidi Sevdal skoraði sítt 22. mál fyri Føroyar.

Talan var sum heild um ein uppibornan sigur og lagið var eisini sera gott í landsliðsleguni eftir dystin.

– Tað kendist gott á vøllinum í dag. Vit vóru leikliga omaná, megnaðu at skapa nógvar góðar møguleikar og tað er altíð stuttligt at skora mál. Nú ræður tað so eisini um at arbeiða víðari og byggja uppá til týskvøldið, tá vit aftur skulu spæla ímóti teimum, sigur Rakul Maria Johannesen.

(Myndir: Olena Goffe / FSF)

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juni 2022

66 Leygardagur 02. juli 2022

Heppin sigur á Tórsvølli

Týskvøldið var meira javnt í vinardystinum millum Føroyar og Andorra. Føroysku kvinnurnar endaðu tó við at vinna 1-0 við máli frá Sannu Svarvadal

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað kom bara eitt mál í vinardystinum millum Føroyar og Andorra, sum týskvøldið varð leiktur á Tórsvølli. Úrslitið gjørdist 1-0 til Føroyar.

Hetta var seinni dysturin millum hesi bæði liðini seinastu dagarnar. Fyrri dysturin varð leiktur í Klaksvík leygardagin, og tá var føroyska liðið greitt omaná og vann 3-1.

Í seinna dystinum var meira javnt, og vit skulu vera glað fyri at Andorra ikki fekk bóltin í netið. Møguleikarnir vóru har.

Einsamalla málið á Tórsvølli skoraði Sanna Svarvadal tá 77 minuttir vóru leiktir, og hetta er samstundis fyrsta málið, hon skorar fyri føroyska landsliðið.

Kvinnulandsliðið skal spæla aftur í september, tá Ukraina og Skotland eru á vitjan í HM-undankappingardysti.

Føroyar - Andorra 1-0 (0-0)
77' Sanna Svarvadal

(Myndir: Sverri Egholm)

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juni 2022

67 Leygardagur 02. juli 2022

Kvinnurnar skulu møta Kosovo

Føroyar og Kosovo hittast í fyrsta umfari av HM-undankappingini í november

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Lutakast hevur í vikuni verið, og skal føroyska kvinnulandsliðið møta Kosovo í fyrsta umfari av HM-undankappingini.

Lutakastið til fyrsta umfar háttaði seg soleiðis:
Aserbajan – Portugal
Føroyar – Kosovo
Slovakia – Lettland
Ísland – Ísrael
Grikkaland – Bosnia Hersegovina
Ukraina – Luksemborg
Bulgaria – Italia
Eysturríki – Finnland
Stórabretland – Turkaland

Liðini skulu spæla tveir play-off dystir, har vinnarin yvir tveir dystir kemur víðari til annað umfar, har liðini kunnu møta Kroatia, Spania, Fraklandi, Týsklandi, Ungarn, Montenegro, Norðurmakedonia, Hollandi, Póllandi, Rumenia, Slovenia, Serbia, Sveis ella Kekkia.

Heimadysturin móti Kosovo verður leiktur mikudagin 2. november og útidysturin leygardagin 5. ella sunnudagin 6. november.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2022

68 Leygardagur 02. juli 2022

Gull, silvur og bronsa til føroysku fimleikararnar í DM

Úrslitini hjá fremstu mannligu fimleikarunum í Føroyum vóru góð seinasta vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farna vikuskiftið vóru fremstu mannligu føroysku fimleikararnir við í DM-kappingini í amboðsfimleiki, og úrslitini vóru sera góð. 

Bjarki Johannesen úr Havnar Fimleikafelag vann gull í ringum og lop, og bronsu í beinsveiggj, rekk og all around. Í bólkinum U17 gjørdist hann samanlagt triðbesti fimleikarin í ríkinum.

Rani Allansson Dalsgarð vann gull í gólv, og Aron D. Jacobsen og Hjálmar Allansson Dalsgarð fingu ávikavist silvur og bronsu. Somuleiðis vann Rani gull í lop.

Við trimum gull heiðursmerkjum, tveimum silvur og einum bronsu heiðursmerki gjørdist Aron samanlagt besti fimleikarin í ríkinum hjá monnum í amboðsfimleiki.

Hinir luttakararnir úr Føroyum kláraðu seg eisini avbera væl og fingu eisini sera góð úrslit, hóast tað ikki rakk til heiðursmerkir hesaferð.

Fimleikararnir úr Havnar Fimleikafelag, sum hava luttikið í DM eru:
Rani Allansson Dalsgarð
Hjálmar Allansson Dalsgarð
Torleivur Christiansen
Teitur Karbech í Hjøllum
Bjarki Johannesen

Aron D. Jacobsen, sum í løtuni er búsitandi í Danmark, venur við danska felagnum Gefion.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juni 2022

69 Leygardagur 02. juli 2022

Tveir føroyskir svimjarar í European Para Youth Games

Max Aron Bjarnason og Andrias Mellemgaard eru 12 ára gamlir og luttaka á altjóða stevnu á fyrsta sinni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hesa vikuna eru tveir svimjarar frá Havnar Svimjifelag, Max Aron Bjarnarson og Andrias Mellemgaard, í Finlandi har teir luttaka í European Para Youth Games (EPYG)

EPYG ein stevna, har ungdómar úr øllum Europa hava høvið at kappast í ítróttagreinunum svimjing, frælsum ítróttum, boccia, borðtennis, goalball, koyristóls kurvabólti, judo, sitandi flogbólti og showdown.

Umleið 400 ítróttafólk luttaka á stevnuni, har svimjing hevur flest luttakarar við umleið 110 ungdómum.

Stevnan er samstundis eitt gott høvi hjá nýggjum paraíðkarum at blíva flokkaðir, sum er krav fyri at luttaka í altjóða parakappingum.

Max Aron og Andrias blivu flokkaðir týsdagin, og komu í flokkarnar S9, SB9, SM9, ið millum annað umfatar tey ið mangla part av útlimi.

Stevnan er frá 27. juni til 4. juli, har fyrstu dagarnir fara við at flokka nýggjar luttakarar og venja seg við umstøðurnar.

Hóast royndir í kappingum í Føroyum, er tað fyrsta ferðin at hesir báðir svimjararnir, sum báðir eru 12 ára gamlir, luttaka í altjóða kapping, og er endamálið at teir, umframt at blíva flokkaðir, venja seg við størri kappingar, og menna seg sum svimjarar.

EPYG er annaðhvørt ár, og hevur nøkur ár á baki, men er hetta fyrstu ferð at vit hava føroyska umboðan.

Luttøkan hesaferð er tí eisini eitt gott høvi hjá Parasport Føroyum at kunna seg um stevnuna, og vónandi kunna bjóða fleiri ungum føroyskum paraíðkarum at verða við í framtíðar stevnum.

Við í ferðalagnum eru, umframt Max Aron og Andrias, Rakul Arnfríð Dam og Fríði Dam Lindberg venjarar í Havnar Svimjifelag og Tróndur Ravnsfjall umboðandi Parasport Føroyar.

Úrslit og onnur kunning um kappingarnar sæst á www.epyg2022.fi 

Tíðindaskriv frá Parasport Føroyar


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2022

70 Leygardagur 02. juli 2022

Beinta og Kór vunnu fyrsta gullheiðursmerkið

Ríðingin byrjað Føroyaleikirnar mikudagin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyrsta gullheiðursmerkið í Føroyaleikunum er longu vunnið. Hetta hendi longu mikudagin, tá ríðingin tjóvstartaði leikirnar.

Ríðingin byrjað Føroyaleikirnar mikudagin. Í ríðing verður verður eisini kappast um føroyameistaraheitini.

Kappast bleiv í greinini Skeið 100 metrar á breytini í Marknagili. Hetta er grein, har rossini skulu kappast um at vera skjótast á 100 metrum í gongulagnum skeið. Hvørt ross hevur tvær royndir at fáa so góða tíð sum gjørligt. Trý ross vóru við.

Veruligur spenningur kom í, tá favoritturin Kór við Beintu Debes á baki varð kolldømd í sínari fyrstu roynd. Aftan á fyrsta sprettin var Jóna Ólavsdóttir á odda á hestinum Viðalín Víðir við tíðini 11,20 sek.

Kór og Beinta Debes settu tó alt upp á pláss í næsta umfarinum. Tey vunnu trygt við tíðini 9,07 sekund, og gjørdust sostatt fyrstu gullvinnarar á Føroyaleikum 2022. Samstundis blivu tey føroyameistarar í skeið.

Ranja Halsdóttir Djurhuus á Orku bleiv nummar tvey, tá hon í seinna sprettinum megnaði at fáa betri tíð (11,04 sek.) enn Jóna Ólavsdóttir og Víðalin Víðir, ið sostatt máttu taka til takkar við einum triðja plássið hesaferð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2022

71 Leygardagur 02. juli 2022

Føroyaleikir settir í Gunddali

Føroyaleikir 2022 vóru hóskvøldið settir í Gundadali. Um vikuskiftið fara 2000 ítróttarfólk at kappast

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hóskvøldið vórðu Føroyaleikir 2022 settir á ovara vølli í Gundadali. Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði í hesum sambandi, at tað var ikki sørt, at tankarnir leitaðu aftur til 1989, tá ið Føroyar vóru vertir fyri Oyggjaleikunum.

- Tað var fyrstu ferð, at vit hildu Oyggjaleikir í Føroyum, men Føroyaleikirnir í fjør prógvaðu í øllum førum til fulnar, at vit í Føroyum eru klár, tá ið stór tøk skulu takast. Tí at byrja Føroyaleikir var ein sera væl hugsað og røtt avgerð, sum Ítróttasambandið skal hava rós fyri, segði Heðin Mortensen.

Í fjør kappaðust 1.260 ítróttarfólk í 19 ymsum ítróttargreinum, men í ár kunnu vit fegnast um, at tað eru 2.000 ítróttarfólk, harav eini hundrað eru útlendingar.

- Tá ið hugskotið um hesa summarkappingina kom fram, vóru vit í Tórshavnar kommunu til dystin fús at hjálpa til og at stuðla – og tað sama vóru Klaksvíkar, Runavíkar og Vágs kommunur.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2022