Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 30. juli 2022 | Nr. 31 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

1 Leygardagur 30. juli 2022

Bann verður sett fyri oljufýrum í nýggjum húsum

Bannið fær gildi frá 2024 at rokna, segði løgmaður í setanarrøðu síni í dag

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Landsstýrið fer nú at banna uppseting av oljufýrum til at upphita sethús. Bannnið fer at vera galdandi fyri øll nýggj sethús frá 2024 at rokna.

Tað upplýsti Bárður á Steig Neilsen, løgmaður í ólavsøkurøðu síni.

Hetta verður gjørt til tess at minka um útlátið.

Løgmaður segði, at landsstýrið sjálvt ætlar at ganga á odda í hesi strembanini við at uppbita allar bygningarnar á Tinganesi við sjóhita.

Umframt at seta bann fyri oljufýrum í nýggj hús, fer landið eisini at veita stuðul til at taka niður gamlar oljufýringar, og hitapumpur sleppa framhaldandi undan meirvirðisgjaldi.

Eisini er ætlan um at leingja skipanina við mvg-afturbering til el- og vetnisbilar, segði Bárður á Steig Nielsen.

Øll løgmansrøðan kann lesast her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2022

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2294

    Lisnar síður: 8642

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 30. juli 2022

Skiparin á Vesturbúgvanum sovnaði

Danska maritima havaríkommissiónin er nú komin við niðurstøðu um óhappið tá Vesturbúgvin rendi á Eysturbúgvan ein útsynning úr Føroyum 14. apríl

Rekonstruktión, sum danska maritima havaríkommissiónin hevur gjørt (Mynd: Dmaib.dk)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Skiparin á Vesturbúgvanum sovnaði tá skipið var á samanstoytskós og rendi á Eysturbúgvan. At skiparin svav, er tað sama sum at eingin var á brúnni.

Skiparin sovnaði tí hann hevði sovið ov lítið undanfarnu dagarnar, tí Vesturbúgvin var á skipasmiðju tí tøkniligir trupulleikar vóru, og soleiðis sum vaktarhaldið umborð var skipað.

Hetta er niðurstøðan hjá donsku maritimu havaríkommissiónini.

Ávaringin á brúnni sum skal siga frá í slíkum støðum var ikki tendrað. 

Skipið sakk upp á 10 minuttir, men manningin gjørdi skjótt av, og varð bjargað umborð á Vesturbúgvan. Óhappið hendi tíðliga um morgunin skírisdag, 14. apríl.

Frágreiðingin hjá havaríkommissiónini sæst her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2022

3 Leygardagur 30. juli 2022

Thor Omega sigldi á flótibrúgv

Veitingarskipið var á veg úr Hammerfest tá tað rendi á. Eingin stórvegis skaði var

(Skíggjamynd: VG)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Veitingarskipið Thor Omega sigldi farna leygardag á eina flótiflúgv í Hammerfest í Norðurnoreg.

VG, sum vísir eina videoupptøku frá hendingini, veit at siga, at skipið var á veg út úr havnini í Hammerfest, tá tað av einari ella aðrari orsøk sigldi á eina flótibrúgv sum fleiri bátar lógu við.

Norska løgreglan upplýsir fyri miðlinum, at eingin persónsskaði stóðst av hendingini og materielli skaðin var ikki stórur.

Thor Omega er bygt í 2008.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2022

4
Leygardagur 30. juli 2022

Pelagos besta úrslitið av teimum pelagisku virkjunum í 2021

Ársúrslitið fjør sum var 79,8 milliónir krónur er besta úrslitið hjá felagnum higartil

(Mynd: Fuglafjarðar Havn)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Ársúrslitið var 79,8 milliónir krónur, sum er besta úrslitið higartil hjá Pelagos, sum hevur sítt pelagiska framleiðsluvirkið í Fuglafirði. 

Tað eru Spf. Framherji, Pf. Palli hjá Mariannu, Pf. Havsbrún og Pf. Enni, sum stovnaðu Pelagos og sum eru eigarar í dag. 

Nettosølan hjá Pelagos øktist úr 665 milliónum krónum í 2020 til 895 milliónir í 2021. Ein vøkstur á 230 milliónir ella 34,5 prosent. 

Bruttovinningurin tvífaldaðist í 2021, úr 81 milliónum í 2020 til 164 milliónir kr´nur í 2021.  

Starvsfólkakostnaðirnir øktust eisini nógv. Úr 27 milliónum í 2020 til 41 milliónir krónur í 2021. Í alt 86 ársverk vóru á Pelagos í 2021 sambært upplýsingar í roknskapinum. 

[object Object]

Úrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt ebidta, øktist við heili 69 milliónum krónum, ella við 128 prosent, úr 54 til 123 milliónir krónur.

Ársúrlitið í 2021 gjørdist eitt avlop á 79,8 milliónir krónur sammett við 18,5 milliónir í avlopið í 2020.

Aðalfundurin samtykti at útlutað eigarunum 27,3 milliónir krónur í vinningsbýti.

Fíggjarjavnin 499 milliónir 
Fíggjarjavnin hjá Pf. Pelagos javnvigaði í 2021 við 498,7 milliónum krónum.   

Á ognarsíðuni er støðisognin bókað til 129,5 milliónir krónur, sammett við 133,8 milliónir krónur í 2020. 

Ogn í umferð var í 2021 í alt 369,2 milliónir krónur sammett við 197,8 milliónir í 2020. 

Serliga kann leggjast til merkis, at vørugoymslan við ársenda 2021 var 242,2 milliónir krónur í mun til 93 milliónir árið fyri. Eisini áogn var størri í 2021 sammett við árið fyri. 77,1 milliónir í 2021 móti 35,2 miliónum krónum í 2020. 

Tøki peningurin er fallin úr 64,5 milliónum í 2020 til 44 milliónir krónur í 2021.  

Eginpeningurin 274 milliónir 
Pelagos er væl fyri fíggjarliga. Eginognin var 273,8 milliónir í 2021 sammett við 197,6 milliónir krónur í 2020.  

Felagið hevur eina langfreistaða skuld í 2021 á 77,7 milliónir sammett við 91,2 í 2020.  

Stuttfreistaða skuldin í 2021 var 164 milliónir krónur sammett við 32,3 milliónir í 2020. 

Lyklatølini hjá Pelagos vóru eisini góð fyri 2021.  

Ognaravkastið var 18,3 prosent í 2021 sammett við 12,2 prosent í 2020.  

Ebita margin, sum er úrslit áðrenn rentur og skatt, var 11,1 prosent í 2021 sammett við 4,6 prosent árið fyri. 

Trygdarevni var 54,9 prosent, sum verður mett at vera gott. 

Gjaldførið var eisini gott tá hugt verður eftir gjaldførislutfallinum, sum var 225 prosent í 2021.  

Samanumtikið má sigast, at Pf. Pelagos hevði eitt góðan roknskap í 2021, sum bæði var met og væl betur enn árið fyri.  

Talan er um eitt fíggjarliga sterkt felag, sum bæði hevur høgt trygdarevni og eitt gott gjaldføri.  

Stjóri í Pf. Pelagos er Jóhan Páll Joensen og nevndarformaður er Odd Eliasen. 

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2022

5

Størv

Dataleiðari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Góðskuleiðari til kryvjivirkið á Strondum

Meira Umsóknarfreist: 25. oktober 2024

Løgfrøðiligur málsviðgeri við ábyrgd fyri talgildan

Meira Umsóknarfreist: 14. oktober 2024

Speditørur

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Starvsfólk til KAFÉ FAE á flogvøllinum

Meira Umsóknarfreist: 16. oktober 2024

Løgfrøðingur til Sev - endurlýsing

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Deildarleiðari til Byggimálsdeildina

Meira Umsóknarfreist: 21. oktober 2024

Kervistøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Samskiftisfólk til Sev

Meira Umsóknarfreist: 19. oktober 2024

Grafisk designer till kommunikationsavdelning

Meira Umsóknarfreist: 31. oktober 2024

Stjóri til Tjóðsavnið

Meira Umsóknarfreist: 01. november 2024
6 Leygardagur 30. juli 2022

Minni vøkstur í útláti av vakstrarhúsgassi

Samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum í 2021 var á leið 1,3 milliónir tons av CO2 eindum, sum er 1 prosent meiri enn í 2020 – tað er ein munandi minni vøkstur enn fýra undanfarnu árini

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nýggj uppgerð vísir, at samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi í 2021 var á leið 1,3 milliónir tons av CO2 eindum, sum er 1 % meiri enn í 2020.

Vøksturin er munandi minni enn fýra tey undanfarnu árini, serliga í 2017 tá útlátið vaks 18 prosent og í 2018 tá vøksturin var 9 prosent.

[object Object]
Samlað útlát av vakstrarhúsgassi, við og uttan útlendsk fiskiskip, 2001-2021

Um vit hyggja at útlátinum uttan bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum, er samlaða útlátið 1,0 mió. tons av CO2 eindum. Útlátið í 2021 var á leið 1 prosent hægri enn í 2020.

Áleið 85 prosent av samlaða útlátinum í 2021 stavaði frá nýtslu av brennievni.

[object Object]

Sum vanligt eiga fiskiskipini størstan partin av samlaða útlátinum, knøpp 50 prosent. Fiskiskip eiga helvtina av útlátinum, ið stavar frá brenning av olju. Av hesari helvtini eiga føroysk og útlendsk fiskiskip aftur hvør sína helvt. Á leið 14 prosent stava frá el- og hitaframleiðslu, tvs. SEV og brennistøðunum. Húsarhaldini eiga 9 prosent, ferðslan á vegum 9 prosent, ídnaðurin 5 prosent, onnur skip enn fiskiskip 4 prosent og handlar og stovnar 3 prosent.

Úti við 5 prosent av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi stava frá nýtslu av F-gassi, sum eru sterk vakstrarhúsgass, ið verða brúkt í ídnaðinum. Meginparturin eru HFC-gass, sum verða brúkt í køliskipanum umborð á skipum.

Seinastu 6 prossentini av útlátinum er frá landbúnaði, mest frá landbúnaðarjørð, serliga láturgass frá lendi, sum verður taðað á ymiskan hátt.

Orsøkir til minkandi vøkstur í útlatinum
Ein orsøk til, at útlátið ikki økist eins nógv sum undanfarin ár er, at oljunýtslan er minkað. Høvðusorsøkin til hetta er, at nýtslan av tungolju í ídnaðinum minkaði 20 prosent.

Oljunýtslan til elframleiðslu er heldur ikki økt eins nógv og undanfarin ár. So hvørt sum meira varandi orka er tøk, fer oljunýtslan til elframleiðslu at minka.

Økingin í útlátinum av F-gassi er eisini minni enn undanfarin ár.

Nýggjar keldur nú við í uppgerðini
Sum nakað nýtt fevnir henda nýggjasta uppgerðin eisini um útlát frá keldum, sum áður ikki eru roknaðar uppí.

Størsta nýggja keldan er nýtsla av lendi, ella LULUCF, Land Use, Land Use Change and Forestry. Sum sæst á ovastu myndini, er útlát frá lendisnýtslu 3 % av samlaða útlátinum. Meginparturin er CO2 av graslendi, bø og haga, sum eru drenað. Av tí, at talan er um nýggj tøl, skulu tey takast við fyrivarni.

Dømi um aðrar nýggjar, men smærri keldur til útlát av vakstrarhúsgassi er útlát av metani frá tyrvingarplássum og láturgassi frá spillivatni, sum tilsamans er 1 prosent av samlaða útlátinum.

[object Object]
Gongdin í samlaða útlátinum (svart) og í útlátinum av vakstrarhúsgassi hjá brúkarabólkum, sum brenna olju, 2001-2021. Útlendsk fiskiskip eru ikki íroknað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2022

7 Leygardagur 30. juli 2022

Landsstýrismaðurin játtað stuðul til verkætlanir innan orkumøguleikar úr undirgrundini

Í fíggjarlógini fyri 2022 eru 1,8 milliónir krónur játtaðar til at útvega nýggja vitan um orkumøguleikar úr føroysku undirgrundini

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hetta er fyrstu ferð, at stuðul er markaður til verkætlanir innan orkumøguleikar úr undirgrundini skrivar Umhvørvis- og vinnumálaráðið á síni heimasíðu.

- Vit kunnu gagnnýta grønar og varandi orkukeldur upp aftur meira, men fyrst mugu við fáa størri vitan um teir møguleikar, sum eru í undirgrundini. Landsstýrið hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu gerast grønari, og hetta er eitt stig á leiðini, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í orkumálum.

Verkætlanir, sum verða stuðlaðar av nýggju játtanini, skulu fremjast í samstarvi við Jarðfeingi ella Umhvørvisstovuna. Stovnarnir skulu tryggja, at úrslitini gerast atkomulig hjá almenninginum, og at onnur kunnu byggja upp á ta nýggju vitanina. Landið rindar í mesta lagi helvtina av samlaða verkætlanarkostnaðinum.

Hesar verkætlanir fingu stuðul:

Ein millión krónur eru játtaððar til at fremja fyrsta stig av eini upphitingarskipan til kommunalar bygningar við Sjógv í Kollafirði við heita vatninum á Lygnnesi.

165.600 krónur eru játtaðar til at gera royndarboring á Fossum í Klaksvík. Endamálið við verkætlanin er at kanna møguleikar fyri at hita upp bygningar við vatni úr undirgrundini á Fossum umframt at brúka vatn úr Norðoyatunnlinum.

634.400 krónur eru játtaðar til til at finna orsøkina til tann óvanliga jarðhitavøksturin á Glyvrum og samstundis finna út av, hvussu nógv og á hvønn hátt orka kann útvinnast úr undirgrundini til upphiting.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2022

8 Leygardagur 30. juli 2022

Norðoya Sparikassi hækkar rentuna og strikar negativa innlánsrentu fyri privatkundar

Rentuhækkingin ávirkar bert inn- og útlán við broytiligari rentu, og hevur virknað frá 1. september

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vísandi til seinastu rentubroyting hjá danska tjóðbankanum og broytingar á rentustøðinum annars, hevur sparikassin avgjørt at hækka rentuna á bæði innlánum og útlánum.

Rentuhækkingin ber í sær, at hjá privatkundum hækkar útlánsrentan við upp til 0,40 prosent-stig og negativa rentan av innlánum verður strikað. Rentan hjá vinnukundum hækkar við upp til 0,50 prosent-stig bæði fyri inn- og útlán.

Rentuhækkingin ávirkar bert inn- og útlán við broytiligari rentu, og hevur virknað frá 1. september 2022.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2022

9 Leygardagur 30. juli 2022

Suðuroyar Sparikassi hækkar rentur

Grundað á, at altjóða rentustøðið er hækkað, hækkar Suðuroyar Sparikassi eisini rentuna 1. september

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Grundað á, at altjóða rentustøðið er hækkað seinastu tíðina, og at rentan hjá danska tjóðbankanum er hækkað 0,50%, hækkar Suðuroyar Sparikassi rentuna 1. september 2022.

Rentubroytingin hjá tjóðbankanum verður framd fyri at tálma høgu inflatiónini og gjøgnum hægri rentu at gera tað dýrari at fremja íløgur og meira skynsamt at spara pening upp.

Rentubroytingin merkir, at rentan á innlánum og útlánum við broytiligari rentu fer at hækka í næstum.

– Framyvir verður tað eitt sindur dýrari at læna pening, meðan kundarnir við innláni skulu gjalda minni í negativari rentu, sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.

Fyri privatkundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,5 prosent-stigum, meðan útlánsrentur fara at hækka við 0,4 prosent-stigum.

Fyri vinnukundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,5 prosent-stigum, meðan útlánsrentur fara at hækka við 0,5 prosent-stigum.

Rentubroytingin fær gildi 1. september.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2022

10 Leygardagur 30. juli 2022

Waag økti um avlopið

Ein av størstu bilasølunum í landinum hevði gott ár í fjør við einum avlopi upp á næstan tíggju milliónir

(Mynd: Waag)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Pf. Waag hevði vøkstur í bæði bruttovinningi, ebidta og úrslitið. Eigarin fær fimm milliónir krónur í vinningsbýti. 

Pf. Waag er ein av størstu bilasølununum í landinum, sum selur bilmerkini Mercedes, Mitsubishi, Renault, Hyundai og Dacia. 

Roknskapurin hjá Pf. Waag fyri 2021 vísur, at bruttovinningurin øktist úr 21,1 milliónum krónum til 22,7 milliónir, sum er ein vøkstur á 7,7 prosent. 

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt Ebidta, var 12,1 milliónir, sammett við 11,0 milliónir krónur árið fyri. Vøksturin í ebidta, sum vísur veruliga rakstrarlønsið, var 10,3 prosent. 

Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt avlop á 9,8 milliónir krónur - ein millión meira enn í 2020, svarandi til 12,2 prosent.   

Aðalfundurin hevur samtykt at luta 5 milliónir krónur út til eigaran sum vinningsbýti. 

Waag hevði ein samlaðan fíggjarjavnað við árslok 2021 á 95,2 milliónir sammett við 94,3 milliónir krónur í 2020. 

Støðisognir eru minkaðar úr 42 milliónum í 2020 til 34,6 milliónir í 2021. Í roknskapinum sæst, at føst ogn er seld í 2021 fyri íalt 8,4 milliónir krónur. 

Ognir í umferð vóru 60,5 milliónir krónur í mun til 52,3 milliónir árið fyri. Serliga kann síggjast, at vørugoymslur eru øktar úr 32 til 42,3 milliónir krónur.  Nevnast kann eisini, at felagið hevði 10,9 milliónir krónur á bók við árslok 2021. 

Waag hevði við árslok 2021 ein eginpening á 54,6 milliónir krónur, sum svarar til eitt trygdarevni á 57,45 prosent. Hetta má metast at vera sera gott og vísir eina fíggjarliga sterka fyritøku.   

Felagið hevur langfreistaða skuld í 2021 á 19,1 milliónir krónur, nakað minni enn í í 2020. Stuttfreistaða skuldin var 20,9 milliónir krónur.  

Um hugt verður eftir lyklatølunum hjá Pf. Waag sæst, at ognaravkastið, sum er úrslitið áðrenn fíggjarpostar í mun til samlaða fíggjarjavnan var 12 prosent í 2021, sum má metast at verða gott. 

Eginpeningsavkastið var eisini sera gott, 18,8 prosent, sum vísir, at hóast tann lutfallsliga høga eginpeningin á 54,6 milliónir krónur, so hevur eigarin fingið eitt gott avkast, harav 5 milliónir eru útgoldnar í vinningsbýti. 

Samanumtikið má staðfestast at úrslitið hjá Waag var gott í 2021. Talan er um vøkstur í bruttovinningi, ebidta og úrslitið og talan er um eina fíggjarliga sterka fyritøku.  

Stjóri og eigari av Pf. Waag er Joen Pauli Waag. Nevndarforkvinna er Minni Waag. 

Sambært roknskapin vóru 31 starvsfólk í fyritøkuni í 2021. 

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2022

11 Leygardagur 30. juli 2022

Auto Service beint oman fyri milliónina

Úrslitið er helvtina minni enn í 2020

(Mynd: Auto Service)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Pf. Auto Service er ein partur av samtakinum, sum eisini eigur Pf. Reyni-Service. 

Auto Service selur bilmerkini, Nissan, Opel, Peugeot og Citroen. Autoservice heldur til undir Krákugjógv í Havn.

Roknskapurin fyri 2021 vísir, at brottovinningurin fall úr 20 milliónum í 2020 til 17,6 milliónir krónur í 2021. Tað er ein minking á 12,4 prosent.

Úrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt ebidta, var í 2021 3 milliónir krónur, sammett við 4,4 milliónir í 2020, sum er ein minking í ebidta á 33 prosent.

[object Object]

Ársúrslitið fyri 2021 var eitt avlop upp á 1,1 milliónir krónur, sum er munani minni enn í 2020, tá ið ársúrslitið var 2,3 milliónir.

Aðalfundurin samtykti at luta 500.000 krónur út til eigaran sum vinningsbýti.

Fíggjarjavnin hjá Auto Service í 2021 var 84,6 milliónir krónur, sum er júst sama støði sum í 2021.

Støðisognin í 2021 vóru 44,9 milliónir og ognir í umferð í 2021 vóru 39,6 milliónir krónur.

Auto Service hevði í 2021 ein eginpening á 29,6 milliónir krónur. Trygdarevnið er 35 prosent, sum verður mett at verða rímuliga gott.

Felagið hevði í 2021 eina langfreistaða skuld á 8,3 millinir, sammett við 11 milliónir í 2020. Stuttfreistaða skuldin er hinvegin vaksin úr 32,4 til 36,3 milliónir krónur í 2021.

Samanumtikið er talan um eitt vánaligari ár hjá Auto Service enn undanfarna árið, og er eisini væl lægri enn rímuliga góðu úrslitini hjá felagnum árini 2015-2018. 

Stjóri í Auto Service er Pól Jákup Poulsen. Nevndarformaður er Árni Tór Rasmussen.

Eigari av Pf. Auto Service er felagið Pf. RS47, sum Sámal av Reyni eigur.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2022

12 Leygardagur 30. juli 2022

Vágs Timburhandil 2,9 milliónir krónur í avlopi

Bygma Balslev keypti fyrr í ár Vágs Timburhandil. Gomlu eigararnir hava sambært roknskapinum fyri 2021 fingið 7,2 milliónir í vinningsbýti

Júst í Túni Vang, fíggjarstjóri, Sjúrður Olsen, stjóri, Helgi Kristiansen, leiðari í Bygma Suðuroy, Peter Schepler, Regionschef Bygma Nord (Mynd: Bygma Balslev)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Vágs Timburhandil, sum í mars í ár boðaði frá, at teir vóru uppkeyptir av Bygma Balslev, hevði umleið 1 millión lægri úrslit í 2021 sammett við 2020.

Kortini hava partaeigararnir fingið 7,2 milliónir krónur út í vinningsbýti, sum helst eisini er gjørt í sambandi við eigaraskifti til Bygma Balslev.

[object Object]

Bruttovinningurin hjá felagnum vísti eina lækking úr 9,5 til 8 milliónir krónur í 2021. Talan er um eina lækking á 1,5 milliónir krónur ella 15,8 prosent. Hóast nettosølan ikki er upplýst í roknskapinum, er mest sannlýkt at falli í bruttovinninginum stavar frá eini minkandi sølu í 2021.

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt ebidta, minkaði úr 5,8 milliónum krónum í 2020 til 4,6 milliónir í 2021. Talan er um eina minking á 1,2 milliónir krónur ella 21 prosent.

Ársúrslitið í 2021 var 2,9 milliónir krónur sammett við 3,8 milliónir krónur í 2020. Talan var um eitt minkandi úrslit á 915.000 krónur ella 24 prosent.

Fíggjarjavnin hjá Vágs Timburhandli øktist úr 25,7 til 27,2 milliónir krónur í 2021.

Høvuðspostarnir á ognarsíðuni í fíggjarstøðuni í 2021 eru støðisogn, 7,8 milliónir krónur og ogn í umferð, 19,5 milliónir. Serliga kann viðmerkjast, at vørugoymslan í 2021 er økt við einari millión til 9,4 milliónir krónur og áogn er økt við 1,3 milliónum til 7 milliónir krónur.

Skyldur felagsins vísa, at langfrestaða skuldin er niðurgoldin úr 5,9 milliónum í 2020 til 5,2 milliónir krónur í 2021. Stuttfreistaða skuldin er økt úr 4,4 til 5,7 milliónir krónur.

Eginpeningurin hjá Vágs Timburhandli var í 2021 í alt 15,7 milliónir krónur. Tá var vinningsbýti á 7,2 milliónir íroknað eginpeninginum. Trygdarevnið, sum er eginpeningur í mun til samlaðar skyldur, var 57,6 prosent, sum má metast at verða gott.

Gjaldførið hjá Vágs Timburhandli var sera gott í 2021, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 338 prosent samanborið við 395 prosent í 2020.

Lyklatølini vísa eisini, at talan hevur verið um eitt gott ár. Ognaravkastið var 14 prosent í 2021 sammett við 19 prosent í 2020. Eginpeningsavkastið var 41 prosent í 2021 sammett við 37 prosent í 2020.

Samanumtikið er talan um eitt rímuliga gott úrslit hjá Vágs Timburhandli, hóast talan var um eitt nakað lakari úrslit enn 2020.

Eigari av Pf Vágs Timburhandli við árslok 2021 var Spf. VT Holding. Sum sagt hevur hevur Pf. Bygma Balslev keypt Vágs Timburhandil í mars 2022.

Stjóri í Vágs Timburhandli er við árslok 2021 Helgi Kristiansen. Nevndarforkvinna var Gurið Kallsberg Kristiansen.

Í sambandi við yvirtøkuna av Vágs Timburhandil í mars 2022, var upplýst, at Vágs Timburhandil broytir navn til Bygma Suðuroy og Helgi Kristiansen heldur fram sum leiðari, somuleiðis halda øll starvsfólkini fram.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2022

13 Leygardagur 30. juli 2022

Whisky-ketilin loksins komin til Vestmanna

Nú kann framleiðslan hjá Faer Isles Distillery veruliga fara í gongd

Bogi Karbech Mouritsen og koparketilin (Skíggjamynd av Facebook)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú kunnu bryggjararnir í fyritøkuni Faer Isles fara í gongd við at bryggja whisky í størri mongdum.

Tað er nú rúm tíð gingin síðan stigtakararnir til Faer Isles Distillery fóru í gongd við at bryggja og dropadríva sterkan løg í leigaðum hølum inni á Fjørð í Vestmanna.

Men ein týðandi partur av útgerðini hevur manglað áðrenn gongd veruliga kann setast á bryggingina av whisky, sum verður høvuðsvøran á distellarínum.

Tí sjálvur tann stóri koparketilin, sum skal brúkast til at framleiðsluna er ikki komin fram fyrr enn nú, hóast hann fyri langari tíð er bílagdur og eisini liðugur. Burtursæð frá nøkrum smálutum, sum skuldu til fyri at samla deilirnar saman – hesir hava ikki verið til at fáa fatur á, serliga eftir at kríggj brast á í Ukreina, og trot hevur verið á eitt nú tilfari úr kopari.

Men nú er útgerðin komin til Vestmanna eftir at hava verið “strandað” í Skotlandi í eina tíð.

Í vikuni kundi ein av stigtakarunum, Bogi Karbech Mouritsen, nærmast við jólaljósum í eygunum, boða frá á filmsbroti á Facebook, at dagurin var nakað heilt serligt fyri fyritøkuna í Vestmanna, sum fyribils er staðsett í Vestmanna, men hevur ætlanir um at flyta í nýggjar framleiðslu- og goymslubygningar oman fyri Kvívík seinni.

Les eisini grein í Blaðnum Vikuskifti: Whisky úr Føroyum – helst við serligum ráka 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2022

14 Leygardagur 30. juli 2022

Tunnlarnir lýstu blátt

Fyri at varpa ljós á druknivanlukkur

(Mynd: Svimjisamband Føroya)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tey, sum koyrdu gjøgnum teir tríggjar undirsjóvartunnlarnar mánadagin upplivdu, at tunnlarnir í støðum lýsa bláir.

Hetta er partur í herferð hjá Svimjisambandi Føroya fyri at varpa ljós á, at tað henda ov nógvar druknivanlukkur í Føroyum.

25. juli er av Sameindum Tjóðum lýstur at vera altjóða dagur fyri fyribyrging av druknivanlukkum, og hetta hevur føroyska svimjisambandið tikið upp við at varpa ljós á, at tað í miðal drukna trý fólk um árið, og at hetta er ov nógv.

Í hesum sambandi hevur sambandið eitt nú havt ein bás í SMS, har greitt verður nærri frá trupulleikanum.

Og tunnilsfeløgini hava eisini hjálpt til við at lata tunnlarnar skyggja í bláum liti í dag.

Les meira her: Varpa ljós á dagin til fyribyrging av druknivanlukkum

[object Object]
(Mynd: Svimjisamband Føroya) 

[object Object]
(Mynd: Svimjisamband Føroya) 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2022

15 Leygardagur 30. juli 2022

Gamla vindmyllan hjá SEV í Neshaga tikin niður

Hon fórst av snarljósi í 2021, og er burturbeind sum gamalt jarn

(Mynd: Jan Herman Hansen / SEV)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nordtank vindmyllan hjá SEV, sum stóð stinn frá 1993 til 2021, tá hon fórst av snarljósi, er nú tikin niður og burturbeind sum gamalt jarn.

Mest stóð fyri niðurtøkuni, sum gekk væl, og nú stendur bara fundamentið eftir, sigur SEV. 

Ein av monnunum, sum var við til at taka mylluna niður, var eisini við til at seta hana upp í 1993. Myllan er tikin niður í sektiónum og tilfarið er koyrt inn á Skála til móttøku av gomlum jarni.

Uppi á Hálsi í Neshaga stendur fundamentið enn eftir, men samskifti er millum SEV og røktingarmenn á staðnum, um hvussu berast skal at, soleiðis at eingi sjónlig tekin verða eftir mylluna.

Stutt áðrenn myllan fórst, vóru serfrøðingar í Føroyum og høvdu eftirlit við mylluni. Niðurstøðan var, at myllan var í góðum standi og kundi halda til nøkur ár afturat, men soleiðis gekk ikki.

Myllan hevur øll árini riggað væl, og framleiddi mest fram til 2006, t.e.  550.000 kWt um árið. Framleiðslan var meira enn væntað, og generatorurin, sum var á 150 kW, var stundum uppi á 180 kW. Hesin generatorurin helt til 2007, tá hann bleiv skiftur út. Eftir hetta bleiv myllan lastað nakað minni, og í tíðarskeiðnum 2007 til 2021 framleiddi hon uml. 350.000 kWt um árið. Tað svarar til árligu nýtsluna hjá ávikavist 140 og 90 húskjum.

Í síni livitíð framleiddi Nordtank myllan tilsamans 12,8 GWt inn á elnetið og spardi føroyska samfelagnum 2.696 tons av olju.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2022

16 Leygardagur 30. juli 2022

Jensina undirhelt børnunum við middagssangi

Í góðveðrinum ólavsøkuaftan sang Jensina Olsen saman við nógvu børnunum sum við foreldrum vóru komin á trappuna

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fleiri myndir her

(Myndir: Jens Kr. Vang)

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2022

17 Leygardagur 30. juli 2022

Borgarstjórin í Fuglafirði vitjaði altjóða skótalegu

Spejdernes Lejr har 70 føroyskir skótar eru við, hevði borgarstjóravitjan í vikuni

(Mynd av Facebook)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafirði, varð føroyskt umboð, tá tað mikudagin var borgarstjóradagur á stóru altjóða skótaleguni Spejdernes Lejr 2022, sum í hesum døgum verður hildin nærhendis Roskilde í Danmark

Av teimum umleið 35.000 skótunum, sum eru á leguni, eru teir 70 úr Føroyum, úr Fuglafirði, Klaksvík og Tórshavn.

Umframt at luttaka á eini ráðstevnu millum allar borgarstjórarnar, sum vitjaðu leguna, brúkti borgarstjórin í Fuglafirði eisini fitt av tíð at vitja føroysku legurnar, eitt nú fyri sjálvur at minnast aftur á skótalívið.

Dávur Juul skrivar millum annað soleiðis á Facebook-vanga sínum eftir vitjanina.

- Eftir ein væl eydnaðan vitjunardag á Spejdernes Lejr 2022, sum blívur hildin uttan fyri Roskilde, er tað ikki frítt, at ein hevur hug at flyta tíðina 50 ár aftur, tá ein sjálvur var skóti og á legum í Føroyum... Við at vera skóti, fær ein nógv góð amboð í amboðskassan, ið ein kann og kemur at brúka seinri í lívinum.

[object Object]

Hugaligt var at síggja okkara skótar hugna sær á hesi legu, har skaparaevnir og hugflog, saman við natúruni, sluppu at folda seg út, har var einki stress av nøkrum slag, og øll høvdu møguleika til at luttaka í tí, iå gjørt var.

- Nú legan var í gongd, vóru tað út ímóti 40.000 fólk á økinum, skótar og hjálparfólk. Teir vanta áleið 100.000 vitjandi hesar 8 dagarnar. Tað var undrunarvert at síggja hvussi væl alt var fyriskipað. Tey luttakandi vóru deild upp í 3 kommunu økir, har Føroyar hoyrdu til Roskildi økið. Á hvørjum økið var alt, ið skótarnir høvdu brúk fyri, millum annað mattelt, handil, kunningarstova, el og vatn.

- Brúsur og wc vóru eisini til tey røðrslutarnaðu, og um onkur luttakari hevði brúk fyri einum køliskápi til at goyma heilivág i ella onkur hevði brúk fyri el til persónlig hjálpiamboð, so var tað eisini á økinum. Har var hugsað niður í tær minst detaljurnar, tað var heilt imponerandi og ikki sørt rørandi, at síggja at her var pláss fyri øllum.

- Eg eri sera takksamur fyri at eg fekk henda møguleika, at vitja teir føroysku skótarnar á økinum, skrivar Dávur Juul at enda. 

Myndir herundir hevur Fía Lindenskov frá KFUK skótunum í Havn tikið:

[object Object]

[object Object]

[object Object]



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2022

18 Leygardagur 30. juli 2022

Benedikt sendiharri takkar fyri seg

1. august tekur Águsta Gísladóttir við sum íslendsk sendifrúa í Føroyum

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Skeiðið hjá Benedikt Jónssyni, sum sendimaður Íslands á aðalkonsulatinum í Tórshavn, er við at renna út.

Hjúnini Benedikt Jónsson og Aðalheiður Óskarsdóttir løgdu í vikuni út eina heilsan á Facebookvangan hjá aðalkonsulatinum, har tey takka føroyingum, og ikki minst herbúgvandi íslendingum og íslendingafelagnum her, fyri tíðina tey hava virkað í Føroyum.

Og tað er ikki hissini rós Føroyar og føroyingar fáa frá almenna íslendska umboðnum hesi seinastu fýra árini.

- Í okkara 39 ára longu starvsleið í uttanríkistænastu Íslands, hava vit starvast nógva staðni, men vit siga uttan fyrivarni, at tað fyri íslendska sendiharran hevur verið ein mikil forrættur at starvast í Føroyum.

- Viðurskiftini Íslands og Føroyum ímillum hava djúpar røtur. Tað er ikki einans eitt hugtak, at vit eru brøðratjóðir, har flestu træðrirnir í mentan okkara renna saman, og at vit kenna okkum á heimavølli, bæði í Føroyum og í Íslandi.

- Góðar søgur verða ikki sagdar ov ofta. Vit eru uppald við serligum tokka til føroyska mentan, og hava notið hetta í øllum lutum í arbeiði okkara her. Føroysk mentan er egin, og tað sama er stórbæra náttúran her og ikki minst føroyingar sjálvir, skrivar Benedikt Jónsson millum annað í heilsanini.

- Alt hevur sína tíð í lívinum og nú heilsa vit farvæl við takksemi og virðing til Føroyar, føroyingar og íslendingarnar við bestu ynskjum fyri ókomnum tíðum, skrivar sendiharrin at enda.

Hann verður avloystur av Ágústu Gísladóttir, sum byrjar á sendistovuni í Ydum úti á Reyni 1. august. Ágústa kemur úr einum starvi sum sendikvinna Íslands í Lolongwe, høvuðsstaðnum í Malawi.

Úr myndasavninum:

[object Object]
Benedikt saman við Heðin Mortensen, borgarstjóra

[object Object]
Benedikt og Aðalheiður saman við Anniku Olsen, borgarstjóra

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2022

19 Leygardagur 30. juli 2022

16 hjún av sama kyni í Føroyum

Í ellivu førum eru tað kvinna sum er gift við kvinnu og í fimm førum er tað hjúnarband millum menn

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað eru 16 hjún av sama kyni, sum búgva í Føroyum. Tað upplýsir Hagstova Føroya.

Nýggja hjúnabandslógin varð samtykt í 2017. Hagstovan sigur, at fimm hjúnabond eru millum menn meðan ellivu eru millum kvinnur.

Upplýst verður ikki um hesi hjúnini eru gift í Føroyum ella uttanlands.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2022

20 Leygardagur 30. juli 2022

Tvær altjóða virðislønir til 111 góðar dagar

Kosin besti spælifilmur og Trygvi Danielsen kosin besti leikstjóri á Brighton Rocks

(Mynd av Facebook)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Trygvi Danielsen – eisini kallaður Silvurdrongur – er komin heim aftur úr Onglandi við tveimum flottum virðislønum fyri film sín “111 góðir dagar”, sum varð frumsýndur í Havnar Bio fyri einum ári síðani.

Filmurin hevur verið við á altjóða filmsfestivalinum Brighton Rocks International Film Festival.

Og mánadagin varð føroyski filmurin kosin til besta spælifilm á festivalinum. Og Tryggvi Danielsen varð eisini skýrdur besti leikstjóri. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2022

21 Leygardagur 30. juli 2022

Ólavur Riddararós á Finsen

Tórshavnar kommuna hevur fingið Heiðrik á Heygum at mála listaverkið

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á endanum á Finsen út móti Tróndargøtu hevur listamaðurin Heiðrik á Heygum málað eitt stórt listaverk fyri Tórshavnar kommunu.

Motivið er Ólavur Riddararós í tí hann fær bikarið við eiturkorninum í.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2022

22 Leygardagur 30. juli 2022

Gøtusóparin avdúkaður

– Gøturnar hetjur í dag er manningin hjá Reinhaldinum. Tað er tann manningin, ið hvønn dag ger býin presentablan, sum hvønn dag ger, at vit vakna upp til eina reina og deiliga Havn gerandis og heilagt, segði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu í røðu sínari, tá minnismerkið varð avdúkað

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mánadagin varð eitt minnismerki avdúkað við inngongdina til ráðhúskjallaran út móti Vaglinum.

Talan er um eina stálkonstruktión, sum vísir ein gøtusópara við kusti, sum er ein gáva til Havnina frá Havnar Arbeiðarafelag.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu segði, at talan er um ein ógvuliga týðandi part av okkara søgu, sum flestu helst geva minni gætur, enn hann hevur uppiborið.

– Havnin skal skína. Reinur og fríður, Tórshavnar býur. Slagorðini hava verið fleiri og tiltøkini mong. Men eitt gongur aftur í øllum tílíkum tiltøkum. Tað er lítla liðið, vit í dag kalla Reinhaldið. Tað er liðið, sum svitaleyst tryggjar okkum, at vit hvønn einasta morgun vakna til ein reinan og snotiligan bý.

Gøtusóparamyndin er ein ætlan hjá starvsfólkum hjá Tórshavnar kommunu, sum hava gjørt hugskotið, staðið modell og teknað, meðan Skipasmiðjan MEST hevur skorið gøtusóparan úr cortenstáli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2022

23 Leygardagur 30. juli 2022

Rasmus Bjerg á Summar Festivalin

Rasmus Bjerg og bólkur hansara framføra sangir hjá John Mogensen

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Rasmus Bjerg kemur við bólki sínum á Summar Festivalin at framføra teir bestu sangirnar hjá legenduni John Mogensen – »Så længe jeg lever«, »Der er noget galt i Danmark«, »To mennesker på en strand«, »Fut i fejemøget« og aðrar.

Hetta eru sangir, sum føroyingar hava lurtað sera nógv eftir, og nú kunnu teir upplivast live við einum framúr góðum bólki og einum fantastiskum sjónleikara og sangara í leiklutinum sum John Mogensen.

Rasmus Bjerg spældi John Mogensen í sera væl umtókta filminum »Så længe jeg lever«, og síðani hevur Rasmus Bjerg framført sum John Mogensen á festivalum og konsertum – og ummælini hava verið framúr góð.

Fólkakæri John Mogensen var hittsangari av teimum heilt stóru. Hann útgav bestseljandi plátur, og sangirnir liva væl, nú 45 ár eftir at John Mogensen doyði alt ov ungur í 1977. Føroyingar hava eisini lurtað nógv eftir tónleikinum hjá John Mogensen, og fleiri sangir eru týddir til føroyskt og útgivnir her.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 4. til 6. august. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2022

24 Leygardagur 30. juli 2022

Eitt av fremstu ungdómskórum í Danmark á ferð í Føroyum

Kóri Aarhus U syngur í Gøtu kirkju í morgin

Aarhus U (Mynd: Laurids Juul Langballe)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í hesum døgum er kórið Aarhus U á vitjan, og fyri at hava fýra konsertir í Føroyum

Aarhus U, sum kórið nevnist, er eitt blandað ungdómskór úr Aarhus, sum telur 40 ágrýtnar kórsangarar í aldrinum 15 til 26 ár. Við sínum 40 sangarum er kórið eisini tað størsta av sínum slag í Danmark.

Kórið hevur útmerkað seg við m.a. at vinna gull á European Choir Games í 2019 í bólkinum “Chamber Choirs and Vocal Groups” og fekk eisini gull í bólkinum “Grand Prix of Nations”.

Summarið 2021 hevði kórið eina “Dómkirkju turné”, við konsertum í øllum teimum donsku dómkirkjunum. Kórið hevur eisini sungið beinleiðis í Danmarks Radio, framført fyri H.M. Drotning Margrethu, og sungið saman við Tina Dickow og Aarhus Jazz Orkestri.

Síðan oktober 2017 hevur Jonas Rasmussen staðið á odda fyri Aarhus U. Jonas hevur útbúgving sum kórleiðari frá “Kungliga Musikhögskolan i Stockholm” og “University of Cambridge í Englandi”, og hevur við sínum trimum kórum, Akademisk Kor Århus, barbershopkórinum BarbAros og ungdómskórinum Aarhus U, vunnið fleiri altjóða virðislønir.

Jonas er eisini kórkonsulentur fyri KORLIV, sum er kórfelagsskapurin hjá donsku fólkakirkjuni. Hann undirvísir í kórleiðslu á  “Det Jyske Musikkonservatorium”, og er harumframt eisini basssangari í barbershopkvartettini HusAar.

Lívsins sangur

Á hesi kórferðini framførir Aarhus U ymisk kórverk, undir høvuðsevninum “Lívsins sangur”. Gjøgnum konsertina verða áhoyrararnir soleiðis leiddir gjøgnum eina ferð, sum gongur frá barndómi til deyða. Skráin er samansett soleiðis, at tey einstøku verkini umboða ymiskar fasur í einum mannalívi. Kórverkini siga bæði frá arging í barnagørðum, ungan kærleika, giftarmál, hjúnaskilnað, lívskreppur og hugsanir um deyðan.

Á Føroyaferðini hevur kórið havt tríggjar konsertir higartil, í Fuglafirði, Klaksvík og Havn. Síðsta konsertin verður í Gøtu kirkju í morgin kl. 16 saman við Gøtu Kirkju Ungdómskóri.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2022

25 Leygardagur 30. juli 2022

Dubrovnik fingið vegasamband við restina av Kroatia

2,4 kilometra long brúgv yvir Mali Stron víkina lat upp í vikuni

(Mynd: Wikipedia)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týsdagin lat upp ein 2,4 kilometra lang brúgv yvir Mali Stron víkina í Kroatia.

Hetta merkir, at sunnasti parturin av landinum, har væl umtókta ferðamálið, Dubrovnik, er høvuðsbýur, nú hevur fingið beinleiðis vegasamband við restina av Kroatia.

Higartil hevur tað verið so, at um ein skuldi koyra í bili til ella frá sunnasta partin av Kroatia, Dubrovnik-Neretvas-landslutinum, so hevur ein verið noyddur at koyra yvir landamark tvær ferðir.

Tí Bosnia-Hersegovina eigur eina ál oman á sjógv til strandabýin Neum, sum er einasti havnabýur í landinum.

Vegastrekkið gjøgnum Bosnia-Hersegovina er umleið 9 kilometrar. Strandarlinjan er 24 kilometrar.

Við nýggju brúnni kann ístaðin koyrast út eftir longu og smølu Peljesac hálvoynni og so yvir nýggju brúnna yvir til Komarna á kroatiska meginlandinum beint norðan fyri markið til Bosnia-Herzagovina, og harvið slepst undan teimum forðingum, sum altíð eru í sambandi við at farast skal um landamørk.

[object Object]
Brúgvin í gerð (Mynd: EPA)

Farið varð undir at byggja brúnna í 2007. Hon er 2.404 metrar long, 21 metrar breið og hægsta hæddin er 55 metrar.

Ávís mótstøða hevur verið frá Bosnia-Hersegovina móti brúnni, tí hetta er ein forðing á einastu siglingarleið til landið. Kroatia hevur gingið nøkrum av mótmælunum á møti við at hækka brúnna í mun til upprunaligu ætlanina.

Infrakervið millum Neum og restina av Bosnia-Hersegovina er ikki tað besta, og tí er kroatiski havnabýurin, Ploche, nakað norðari, tann týdningarmesti havnabýurin til flutning av farmi til og úr Bosnia-Hersegovina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2022

26 Leygardagur 30. juli 2022

Pávin bað upprunafólkið um umbering

Børn hjá upprunafólkunum vórðu bukað og kynsliga misnýtt á katólskum kostskúlum í árunum frá 1881 til 1996

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Frans pávi hevur undir vitjan síni í Kanada givið eina umbering fyri tann ágang, sum katólska kirkjan hevur framt móti innføddum kanadiarum.

Pávin bað um fyrigeving fyri tær valdsgerðir, sum í nógv áratíggju vórðu framdar móti upprunafólkinum á fleiri kostskúlum, sum vórðu riknir av katólsku kirkjuni.

- Skammfult og ótvískiljandi biði eg eyðmjúkliga um fyrigeving fyri tann óndskap, sum nógv kristin framdu móti tí upprunaliga fólkinum, segði pávin, tá hann í gjár hitti umboð fyri teir ymsu bólkarnar av upprunafólkunum í Kanada.

85 ára gamli pávin hevur verið á eini vikulangari vitjan í Kanada fyri at halda lyfti sítt um at bera fram umbering, sum hann gav umboðum fyri upprunafólkini, ið vitjaðu pávan í Vatikaninum í fjør, skrivar dr.dk.

Millum 1881 og 1996 vórðu yvir 150.000 børn hjá upprunafólkunum tikin frá familjum teirra og flutt á kostskúlar. Fleiri av børnunum svøltaðu, vórðu bukað og misbrúkt kynsliga í eini skipan, sum kanadiska nevndin fyri sannleika og sáttargerð hevur kallað fyri eitt “mentanarligt fólkamorð”. 

[object Object](Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2022

27 Leygardagur 30. juli 2022

Russland tekur seg úr samstarvinum um rúmdarstøðina

Kríggið í Ukraina fær avleiðingar fyri samstarvið um altjóða rúmdarstøðina

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kríggið í Ukraina fær nú eisini avleiðingar í rúmdini. Russland hevur boðað frá, at landið tekur seg úr samstarvinum um altjóða rúmdarstøðina.

Jurij Borisov, sum er nýggjur ovasti fyri russiska rúmdarstovnin, Roscosmos, hevur greitt forsetanum Vladimir Putin frá, at Russland tekur seg úr samstarvinum aftaná 2024.

- Vit fara at halda allar avtalur við okkara samstarvsfelagar, men avgerðin um at gevast eftir 2024 er tikin, sigur hann sambært Ritzau tíðindastovuni.

- Eg haldi, at tíðin er komin at vit byggja okkara egnu russisku rúmdarstøð, sigur Borisov.

Altjóða rúmdarstøðin hevur verið í ringrás í skjótt 24 ár og er mannað við sjey monnum. Rúmarstøðin er eitt samstarv millum NASA (USA), Roscosmos (Russland), JAXA (Japan), ESA (Evropa), og CSA (Kanada).

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2022

28 Leygardagur 30. juli 2022

Fleiri prógv um at Trump framdi lógarbrot

Niðurstøðan hjá nevndini, sum kannar álopið á Kongressina 6. januar 2020, er eftir tær átta hoyringarnar, at fleiri prógv eru fingin fyri, at táverandi forsetin Donald Trump er sekur í at hava brotið lógina og tí eigur at verða drigin fyri rættin. Tann avgerðin liggur nú hjá løgmálaráðharranum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Greining: Hetta segði ein av limunum í Kanningarnevndini, republikanski kongresslimurin Adam Kenzinger, eftir 8. hoyringina, sum snúði seg um, hvat táverandi forsetin Donald Trump gjørdi og ikki gjørdi teir 187 minuttirnar álopið á Kongressbygningin, The Capitol, vardi. Hvør var hansara leiklutur.

[object Object]

Tað, sum hoyringin serstakliga viðgjørdi í seinastu hoyringini, var tøgnin hjá Donald Trump, tá viðhaldsfólk hansara gjørdu álop á Kongressbygningin, meðan Kongressin varð í ferð við at góðkenna valúrslitið av Joe Biden sum vinnara.

Hóast flest øll starvsfólkini í Hvítu Húsunum eins og familja hansara aftur og aftur inniliga heittu á forsetan um at geva sínum viðhaldsfólkum boð um at gevast, so letst hann ikki um vón. Ikki fyrr enn fleiri tímar seinni, tá varaforsetin Mike Pence hevði góðkent valbrøvini, gav Trump uppreistrarfólkum sínum boð um at fara til hús. Tá vóru fimm fólk deyð og hundraðtals særd.

[object Object]

Hvat gjørdi og hvat gjørdi hann ikki hesa lagnuløtuna í Washington varð spurningurin, sum m.a. varð settur trimum av vitnunum, Matthew Pottinger og Sara Matthews eins og Pat Cipollone,  øll starvsfólk, sum stóðu forsetanum nær. Øll royndu tey saman við so nógvum øðrum at fáa Trump at senda út boð til fólkini, sum tá vóru í ferð við at koma sær innar í Kongresbygningin, um at taka seg aftur og fara til hús. Og tey bóðu hann gera hetta í stundini, áðrenn álopið fekk álvarsligar fylgjur.

[object Object]

Beint tvørturímóti sendi Trump  sínum varaforseta, Mike Pence, eitt tweet,  har hann fanst harðliga at honum fyri ikki at hava dirvi til at steðga góðkenningina av valúrslitinum, soleiðis at Trump kundi vera sitandi í forsetasessinum. Tað skuldu ganga fleiri tímar, áðrenn Trump loksins bað fólkini um at gevast og rýma.

Innan tað hevði sjálvt sonur Trump heitt á Mark Meadows, sum var starvsfólkaovasti í Hvítu Húsunum undir Trump, um at fáa pápa sín at vísa seg sum ein veruligan leiðara, ið kundi steðga ófriðinum. Tað sama gjørdi dótturin Ivanka Trump.  Eisini fólk uttan fyri Hvítu Húsini, eitt nú verturin á høgravendu sjónvarpsrásini Fox News, Laura Ingraham skrivaði til Meadows:

 “Hey Mark, the president needs to tell people in the Capitol to go home. This is hurting all of us. He is destroying his legacy.”

Undir  hoyringini vórðu eisini víst fram prógv um, at sjálvt dagin eftir álopið vildi Trump ikki góðaka, at hann hevði tapt valið. Valið varð nevniliga ikki av segði hann.

Tað kom somuleiðis fram undir hoyringini, at hóast heitt varð á hann um ringja til trygdarløgregluna, herin og  advoktarnar í Hvítu Húsunum  um at koma til The Capitol og steðga uppreistrinum, letst hann ikki um vón.  Hann lat standa til, meðan hann hugdi at, hvat hendi beinleiðis í sjónvarpinum. Hann hevði  leingi eina vón um, at tað mundi fara at eydnast at steðga góðkenningini av valúrslitinum.

[object Object]

Trump: Heksajakt

Aftur og aftur komu limir í Kanningarnevndini undir seinastu hoyringini við úttalilsum millum hoyring av vitnunum, eitt nú Elaine Luria, demokratur úr Virginia, sum segði, at Trump sat við sítt privata matarborð og fylgdi álopinum á Fox News, meðan hansara næstu starvsfólk og familja rætt og slætt bønaðu og bóðu hann um at gera tað, sum man væntaði sær av einum amerikonskum forseta.

Pat Cipollone, sum hevði týðandi uppgávur  í Hvítu Húsunum royndi somuleiðis aftur og aftur at sannføra Trump um, at hann mátti leggja seg út í málið og fáa viðhaldsfólk síni at gevast. Hann mátti koma út við eini almennari fráboðan og tað skjótt eisini, sum fekk fólkini at rýma frá Kongressbygninginum.

Bæði Matthews, sum varð partur av miðlaliðnum í Hvítu Húsunum eins og Pottinger, sum hevði verið trygdarráðgevi hjá forsetanum, vóru so ovfarin at hendingunum og søgdu, at tweetið frá Trump til Pence, um at hann varð ein ræðuskítur, sum ikki hevði dirvi til at sýta fyri at góðkenna valúrslitið, var sum at koyra bensin á bálið. Tað fekk bikarið at flóta yvir og bæði søgdu tey seg úr starvi um sama mundið.  Tey ynsktu ikki at vera partur av hesum.

Tríggjar tímar og sjey minuttir eftir at álopið byrjaði  sendi Trump eina video út, har hann rósti uppreistrarfólkunum og kallaði tey “very special” men bað tey so kortini rýma, tá eingin útvegur var fyri at steðga góðkenningini av valúrslitinum.

Trump sjálvur kallar allar hoyringarnar fyri eina heksajakt móti sær og sum hevur til endamál at fjala út yvir allar vanlukkurnar, sum demokratarnir við Biden á odda hava volt amerikanska fólkinum.

[object Object]

Avgerðin liggur hjá løgmálaráðharranum

Kanningarnevndin segði undir hoyringini, at hon nú metti seg at hava nóg mikið av próvtilfari til at staðfesta, at Trump bar seg ólógliga at, tá hann royndi at broyta valúrslitið, og at hetta kann vera nóg mikið til at stevna Trump fyri rættin og fáa hann dømdan.  

Tað er tó einans løgmálaráðharrin Merrick Garland, sum kann gera tað. Hann hevur týðuliga sagt frá, at hann fer ikki at blanda saman politikk og jura, tó uttan at gera greitt, hvat hetta merkir í serstaka Trump málinum. Hann hevur úttalað, at løgmálaráðið fylgir  hoyringunum hjá Kanningarnevndini. Tað verður nú dúgliga gitt, hvat Garland hevur í kvittanum. Í báðum førum, antin hann stevnir Trump inn fyri rættin ella letur vera, verður tað mett sum ein sera torfør avgerð. Í samrøðu við ein miðil í gjár útilokar Garland ikki, at leikluturin hjá táveradi forsetanum undir álopinum á Kongressina verður tikin upp.

Kanningarnevndin metir, at hon gjøgnum sítt arbeiði nú í meira enn eitt ár, hevur fingið so nógv tilfar og prógv til vega, at hetta kann vera partur av grundarlagnum  hjá Garland at taka málið til viðgerðar.

Nú átta hoyringar hava verið vísa veljarakanningar, at tær hava als ikki ávirkað undirtøkuna fyri Trump millum republikanskar veljarar. Einans  ein av fýra flokslimum halda, at 76 ára gamli Trump eigur at koma fyri rættin fyri sín leiklut  undir álopinum. Meira enn helvtin av veljarunum vilja hava hann at stilla upp til forsetavalið í 2024.

Enn er ógreitt, nær og um Kanningarnevndin fer at hava fleiri hoyringar. Tað ljóðar, at nevndin hevur fingið nógv nýtt tilfar, og nógv nýggj vitni vilja eisini fegin siga sína søgu teirra millum fleiri at næstu medarbeiðarunum hjá Trump í Hvítu Húsunum. So helst verða  hoyringar aftur í september og oktober skilst.

[object Object]

Tíðin við at ganga undan

Nú eru øll eygu vend móti løgmálaráðnum og ráðharranum Merrick Garland. Í løtuni verður hildið, at hóast Garland enn kann fara í rættin við Trump, so er tíðin eisini við at ganga undan hjá honum, tí longu í november er val til Kongressina, og um tvey ár er forsetaval. Skal ein rættarsak koma væl áðrenn hesi týðandi valini, so er ikki nógv tíð at geva út av. Garland hevur so heimild til at ákæra Trump og møguliga fleiri av hansara næstu og trúgvastu ráðgevum, men tann leiklutin hevur Kanningarnevndin hjá Kongressini ikki.

Fleiri eygleiðarar vísa á, at møguleiki er fyri, at republikanarar fáa meiriluta í báðum kømurunum, Húsinum og Senatinum til valið 4. november. Og hevur Garland ikki til ta tíð reist ákæru móti Trump, kann tað gerast nógv truplari, tá republikanski flokkurin møguliga fær valdið í Kongressini.

Garland hevur annars stóra virðing sum sakførari og ákæri. Hann var m.a. skotin upp til dómara í Hægstarætti undir Obama, men hesum steðgaðu republikanarar. Tá hann herfyri varð spurdur, um hann fór at stevna Trump, svaraði hann:

“My intention is to use the Justice Department’s resources to prosecute wrongdoing “at any level” and defend our democratic institutions from attack and threats of violence.”

Kendi ákærin í Watergate málinum móti Richard Nixon á sinni, Richard Ben-Veniste, skrivar í eini viðmerking til úttalsini hjá Garland.

“Let’s take Attorney General Merrick Garland at his word that he is vigorously investigating Donald Trump and the apparent conspiracy that led to the violent coup attempt at the U.S. Capitol 18 months ago.”

Hann vísir tó á, at Garland hevur sera avmarkaða tíð til eitt møguligt sakarmál móti Trump.

[object Object]

Keldur: BBC, Washington Post, New York Times, Fox News, Wall Street Journal, CNN, MSMBC, Politiken, DR, NRK


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2022

29 Leygardagur 30. juli 2022

Størsti ljósareyði dimamantur funnin í 300 ár

Gimsteinurin varð funnin í einum námi í Angola

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein stórur, ljósareyður, diamantur á 170 karat er funnin í Angola. Sagt verður, at hetta er størsti av slíkum gimseinum, funnin í 300 ár, skrivar AP-tíðindastovan.

Diamanturin fekk navnið “Lulo Rose” eftir náminum Lulo, har hann varð funnin. Felagið Lucapa Diamond Company eigur námið.

Ljósareyði diamanturin er hin fimti stóri diamanturin, ið er funnin í hesum náminum, har tað í alt eru funnir 27 diamantar á 100 karat ella størri, skrivar AP.

Steinurin skal seljast á eini altjóða uppboðssølu av statsligu angolsku gimsteinafyritøkuni, Sodiam.

Hóast ljósareyði diamanturin er bergtakandi stórur, so eru tað fleiri klárir diamantar, sum eru nógv størri - yvir 1.000 karat.

Cullinard-diamanturin var heimsins størsti diamantur. Hann varð funnin í Suðurafrika í 1905 og var 3.106 karat áðrenn hann varð brotin upp í fleiri minni bitar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2022

30 Leygardagur 30. juli 2022

Klaksvíkingar tóku tvey met

Janus Dam-Jacobsen og Magnus Norðberg skrivaðu kappróðrarsøgu á ólavsøku

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Og tá 10-mannaferið Klaksvíkingur varð kosin føroyameistari eftir sigurin á ólavsøku, vóru tað eisini tveir av manningini, sum tóku serlig met.

Tí tá vann Janus Dam-Jacobsen sítt 10. føroyameistaraheiti. Sítt sjeynda við Klaksvíkingi – frammanundan hevur hann tvey við Orminum Langa og eitt við Eysturoyingi. Frammanundan átti Janus metið yvir flest FM-heiti, níggju í tali, men tað var saman við Svein Rógva Ljósstein Nielsen.

Og Magnus Norðberg vann sítt áttanda føroyameistaraheiti, og tey eru øll vunnin við Klaksvíkingi. Hetta er met fyri flest FM-heiti við sama báti, sambært Norðlýsinum.

Úrslitini av ólavsøkukappróðrinum síggjast her

Fleiri myndir her

[object Object]
Magnus Norðberg (Mynd: Jens Kr. Vang)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2022

31 Leygardagur 30. juli 2022

Tepur evropasigur til klaksvíkingar

Við 1-0 sigri vann KÍ seg víðari í Conference League

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍ vann seg hóskvøldið víðari til triðja umfar í Conference League. Fyrri dysturin í Montenegro endaði 0-0, og hóskvøldið við Djúpumýri bleiv tað til ein tepran 1-0 sigur.

Heimaliðið var sum heild tað betra liðið, men eftir málið hjá Páll Andrassyni Klettskarð í 66. minutti tók Sutjeska yvir og trýsti KÍ liðið.

Í triðja umfari spælir KÍ ímóti Balkani úr Kosovo.

Sverri Egholm tók myndirnar á Djúpumýru:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. juli 2022

32 Leygardagur 30. juli 2022

B36 tryggjaði sær víðari luttøku

Spældi javnleik 0-0 móti Tre Fiori í San Marino á ólavsøku – Víkingur er úti

Andras Johansen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Við einum málleysum javnleiki í Seravalle í San Marino ólavsøkuaftan, eydnaðist tað B36 at spæla seg víðari til triðja undanumfar í royndini at koma við til bólkaspælið í Uefa Conference League.

Harvið gjørdist eina málið, sum Andras Johansen skoraði seint í dystinum í Gundadali fyri viku síðani gull vert fyri B36.

B36 skal nú møta danska superligafelagnum Viborg FF, sum spældi seg víðari við at vinna tvær ferðir 1-0 móti litaviska felagnum FK Südava.

Viborg hevur heimavøll í fyrsta dystinum, sum verður longu hósdagin.

Viborg vann sær luttøku í Conference League við at vinna sokallaða niðurflytingarbólkin – altso kappingina millum tey niðast plaseraðu liðini eftir at danska kappingin varð býtt í helvt eftir 22 umfør. Bert tvey umfør eru spæld í nýggju superliga-kappingini. Viborg liggur í løtuni á 6. plássi við einum vunnum og einum taptum dysti.

Víkingur úti

Hinvegin eydnaðist tað ikki Víkingi at spæla seg víðari í Conference League. Víkingur tapti hóskvøldið 2-0 í Slovakia móti DAC Dunajská Streda, sum sostatt spældi seg víðari við 4-0 tilsamans.

Sostatt eru tvey føroysk lið eftir í Conference League, nú farið verður í gongd við triðja undanumfar í komandi viku.

KÍ, sum mikukvøldið vann 1-0 móti Sutjeska Niksic úr Montenegro og harvið víðari luttøku, skal í triðja umfari spæla albansku meistarunum, FC Ballkani. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juli 2022

33 Leygardagur 30. juli 2022

Jákup leingir við KÍ

Jákup Biskopstø Andreasen bindir seg til KÍ til og við 2024

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hann er 24 ár, men hevur verið partur av Betri deildini seinastu átta árini. Nú hevur Jákup Biskopstø Andreasen longt við KÍ og bindir seg til 2024.

Jákup Biskopstø Andreasen spældi sín fyrsta dyst 1. oktober 2014 tá KÍ vann 3-0 á Skála. Síðani hevur hann leikt 217 dystir fyri besta liðið hjá KÍ.

Í 2019 gjørdist tann tá einans 20 ára gamli miðvallarin liðskipari, og var fyrsti maður at lyfta FM steypið fyri KÍ síðan pápi hansara lyfti steypið í 1999.

- Í seinastuni hevur lokali miðvallarin bitið seg fastan í A-landsliðshópin, og eru vónirnar stórar og bjartar um framtíðina, skrivar KÍ á heimasíðuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2022

34 Leygardagur 30. juli 2022

Súna Krossteig Hansen til Ajax

Landsliðsleikarin fer úr Kyndli og skiftir til danska Ajax København, sum spælir í bestu donsku deildini

Súna Krossteig Hansen her í dysti móti Danmark. Nú fer hon til Danmarkar at spæla (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ajax København hevur skrivað undir við enn ein føroyskan landsliðsleikara. Í fjør fór Lív Sveinsbjørnsdóttir Poulsen til felagið, og nú hevur Súna Krossteig Hansen skrivað undir við felagið.

22 ára gamla havnadaman hevur verið profilur á besta liðnum hjá Kyndli í nógv ár, og nú er hugurin at royna seg uttanlands.

[object Object](Mynd: Ajax København)

Ajax København skrivar, at felagið hevur havt eyguni eftir Súnu Krossteig Hansen í longri tíð. 

Nú er tíðin hin rætta, og vit eru øll klár til, at Súna fer at spæla hjá okkum í donsku deildini, sigur Ajax København.

Tað rakk til eitt tíggjunda pláss hjá keypmannahavnarfelagnum í fjør við 19 stigum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2022

35 Leygardagur 30. juli 2022

Javnaðu í seinasta sekundi

Óli Mittún tryggjaði Føroyum javnleik móti íslendska U18 landsliðnum

(Mynd: Harald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinni U18-dysturin millum Føroyar og Ísland sunnudagin endaði við javnleiki 29-29, eftir hálvleiksstøðuna 14-14.

Tað vóru annars Føroyar, sum vóru omaná fyrstu 40 minuttirnar av dystinum við einum til tveimum málum. Ta einu løtuna í seinna hálvleiki vóru heldur nógvir kjansir brendir og var tað nú Ísland, sum tók yvir og var omaná seinasta 20 minuttirnar við 2-3 málum. 

Okkara hálaðu tó inn seinastu løtuna, og javnaði Óli Mittún í allarseinasta sekundi til 29-29, skrivar Hondbóltssambandið um dystin.

Nógvir áskoðarar vóru til dystin í Hoyvíkshøllini, sum so at siga var full.

Hetta var seinni dysturin móti íslendska U18 landsliðnum, sum liður í fyrieikingunum til EM sum byrjar 4. august. Fyrra dystin leygardagin vunnu Føropyar 39-34.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2022

36 Leygardagur 30. juli 2022

Einki Faroe Islands Handball Cup í ár

Orsakað av ov lítlari undirtøku, er kappingin, sum skuldi vera í Vági fyrst í august, avlýst

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Orsakað av ov lítlari undirtøku verður einki Faroe Islands Handball Cup í ár.

Hondbóltskappingin skuldi vera í Vági í døgunum 1. til 3. august, men fyriskiparar boða í dag frá, at hon er avlýst.

Í fjør vóru 60 lið og umleið 600 hondbóltsleikarar til Faroe Islands Handball Cup, sum í fleiri enn 67 tímar bjóðaði 204 hondbóltsdystir. 

– Seinasta hálva árið hevur verið arbeitt við fyrireikingunum til Faroe Islands Handball Cup 2022. Tá tilmeldingarfreistin var farin 1. juni 2022 høvdu vit eina kapping, men kunnu vit bara staðfesta at síðani hevur ávíst fráfall verið, soleiðis at undirtøkan nú er ov lítil til at skipa Faroe Islands Handball Cup 2022, siga fyriskiparar í tíðindaskrivi.

– Vit harmast um at vit eru noydd at avlýsa, men uttan undirtøku ber ikki til at skipa Handball Cup.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. juli 2022

37 Leygardagur 30. juli 2022

Dráttur sett nýggjan høvuðsvenjara

Eszter Sántosi-Tóth úr Ungarn verður leikandi høvuðsvenjari hjá Drátti komandi kappingarár

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Flogbóltsfelagið Dráttur hevur gjørt avtalu við Eszter Sántosi-Tóth úr Ungarn um at vera leikandi høvuðsvenjari næst akappingarár. 

Eszter er 29 ára gomul og kemur higar frá kenda ungarnska felagnum MÁV Elore SC og er hon sera spent at koma til Dráttur. Eszter Sántosi-Tóth fer at spæla við, og vera høvuðsvenjari hjá Meistaradeildini hjá Drátti. Eisini verður hon høvuðsvenjari í felagnum og fer at venja fleiri av yngru liðunum saman við barna- og ungdómsvenjarum í felagnum.

- Vit gleða okkum til samstarvið við nýggja høvuðsvenjaran, ið væntandi fer at hava við sær nýggjan íblástur og lærdóm til alt felagið. Drátti leggja vit stóran dent á góðan felagsskap, leikaramenning og trivnað, sigur felagið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2022

38 Leygardagur 30. juli 2022

Á fyrsta sinni í heimsmeistarakapping: Seks íðkarar úttiknir at umboða Føroyar

Heimsmeistarakapping í leirúgvuskjóting verður í Kroatia

Alex Johannesen er ein av teimum, sum er úttikin til kappingina (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Skjótisamband Føroya (SkF) hevur úttikið seks íðkarar, at umboða Føroyar í heimsmeistarakappingini í leirdúgvuskjóting, sum verður í Kroatia, Osijek í døgunum 19. september til 12. oktober. 

Hetta er fyrstu ferð at Skjótisambandið úttekur eitt landslið, at umboða Føroyar í eini altjóða skjótikapping. Áðrenn hava íðkarar, sum hava havt mál at luttaka í altjóða kapping, verði noyddir at umboða danskt felag, og verða úttikin umvegis danska skjótisambandið. 

Men við góðari hjálp, hevur tað eydnaðist SkF, at fáa viðurkendan limaskap í altjóða skjótisambandinum ISSF, og kunnu íðkarar nú kappast undir Merkinum, á jøvnum føti við onnur lond í heiminum. 

Hesir fara at umboða Føroyar:

Trap: 
Jón Jacobsen
Alex Johannesen
Johnhard Klettheyggj 

Skeet:
Marius F. Joensen
Tórur Fløtt
Jóannis Joensen 

Aftrat hesum verða Esmar Joensen við sum ferðaleiðari í trap ferðaliðnum, og Hans Erik Jensen í skeet ferðaliðnum. 

Um eina viku fer eitt annað landslið til norðurlandameistarakapping í Finnlandi. Hetta landslið er samansett av næstan somu íðkarum, sum fara til heimsmeistarakappinga, men Marius og Jón verða ikki við, í teirra stað eru úttikin Jóhann Fløtt og Jeppe S. Bruun.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. juli 2022

39 Leygardagur 30. juli 2022

Rógvi Mikkelsen vann BankNordik Open

Formaðurin í Tórshavnar Golffelag, Rógvi Mikkelsen, gjørdist tryggur vinnari av BankNordik Open golfkappingini, ið varð hildin á Glyvursnesi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Formaðurin í Tórshavnar Golffelag, Rógvi Mikkelsen, gjørdist tryggur vinnari av BankNordik Open golfkappingini, ið varð hildin á Glyvursnesi í dag, leygardagin 23. juli.

BankNordik Open er onnur av tveimum opnum kappingum, sum á hvørjum ári verða spældar á breytini hjá Tórshavnar Golffelag.

Talan er um eina sokallaða Stableford-kapping, ið vil siga, at spælararnir fáa stig í mun til teirra handikapp. Tí er vinnarin av kappingini ikki altíð tann spælari, ið brúkar fægst sløg, menn tann, ið klárar seg best í mun til sítt handikapp.

Men hesaferð gjørdist tað spælarin við fægst sløgum, sum gjørdist samlaður vinnari. Tí umframt at fáa 45 Stableford-stig, brúkti Rógvi Mikkelsen einans 78 sløg upp á umfarið í dag – tað er einans seks sløg yvir par á breytini.

Nummar tvey gjørdist Mogens Brix við 40 stigum og nummar trý varð Bjarne Jørgensen við 37 stigum.

Hesin sami Mogens Brix varð annars tann, ið varð mest heiðraður eftir kappingina í dag, tí hann vann tær innløgdu kappingarnar í dag. Hann var tann leikarin, ið kláraði seg best á 9 teimum fyrstu holunum (23 stig), hann lá nærmast flagginum í útslagnum á øðrum holi (265 sentimetrar) og hann var eisini á vinnandi liðnum saman við Rógva Mikkelsen og Bjarne Jørgensen.

Nýsetti stjórin í BankNordik, Heini Thomsen, handaði viðislønirnar á Glyvursnesi í dag.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juli 2022

40 Leygardagur 30. juli 2022

Jón og Katrin FM vinnarar í tennis

Jón Brekku kann nú fyri triðu ferð kalla seg føroyameistara í harratennis, og Katrin á Neystabø gjørdist FM vinnari hjá kvinnum annað árið á rað

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jón Brekku vann í gjár kappingina um føroyameistaraheitið í tennis og kann nú fyri triðu ferð kalla seg FM vinnara í harratennis.

Samstundis var tað FM vinnarin hjá kvinnunum í fjør, Katrin á Neystabø, sum aftur gjørdist gullvinnari í ár, og hon hevur sostatt tvey gullheiðursmerki tilsamans.

Jón Brekku møtti Hjalta Mohr Jacobsen í finaluni, og dystirnir teirra millum plaga at vera rættiliga javnir. So varð eisini hesaferð, men Jón Brekku átti munin, og vann í tveimum settum við settúrslitunum 6-4 6-4.

[object Object]

Hjá kvinnunum dystaðust Katrin á Neystabø og Rúna Seyer Eliassen, sum eisini dystaðust í FM finaluni í fjør. Eins og í fjør var tað Katrin á Neystabø, sum stóð sterkari, og hon vann eisini dystin við settúrslitunum 6-1 6-4.

[object Object]

Í B-kappingini hjá kvinnum vann Heidi Kollsker ein sannførandi 6-1 6-0 sigur á Rúnu Jacobsen, meðan B-finalan hjá harrunum var ein brøðrauppgerð millum brøðurnar Magnus og Johan í Króki. Her var yngri beiggin kortini stinnari og vann sær reypirættindini við døgurðaborðið 6-4 6-4.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. juli 2022

41 Leygardagur 30. juli 2022

Jonas Vingegaard vann Tour de France

Hann er annar danskarin, sum vinnur stóru súkklukappingina. Bjarne Riis gjørdist hin fyrsti í 1996

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var belgiski Jasper Philipsen, sum sunnudagin var fyrstur um mállinjuna á Champs-Élysées í Paris, men lítla løtu seinni kom danski Jonas Vingegaard í gulu troyggjuni á mál og tryggjaði sær samlaða sigurin.

Tá gjørdist 25 ára gamli Jonas Vingegaard vinnari av Tour de France 2022.

Lunnar vóru lagdir undir stóra sigurin á fjallatrinumum Col du Granon og Hautacam, har Vinegaard spældi sær við musklunum, og vann á slovenska Tadej Pogacar.

Jonas Vingegaard er annar vinnarin av Tour de France. Bjarne Riis vann kappingina í 1996.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2022

42 Leygardagur 30. juli 2022

Magnus Carlsen fer ikki at verja sítt HM heiti

Tað merkir, at tað vera Ian Nepomniachtchi og Ding Lien, sum fara at dystast um heimsmeistaraheitið í talvi næsta ár

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Magnus Carlsen kunnaði um sína avgerð í síni egnu podcast-sending ""The Magnus Effect" farna hósdag. 

- Eg havi tosað við fólkini á mínum liði, eg havi tosað við FIDE og við Ian eisini. Niðurstøðan er sera einføld: Eg eri ikki motiveraður at fara undir aftur ein nýggjan HM dyst, segði Carlsen.

- Eg havi ikki nógv at vinna við hesi avgerðini. Mær dámar heldur ikki serliga væl avgerðina og sjálvt um eg veit, at ein nýggjur dystur fer at hava søguligan áhuga, so havi eg kortini ongan hug til at telva, og tí vil eg rætt og slætt ikki telva henda dystin.

Við hesi endaligu avgerðini hevur hann staðfest tað hann segði í desember 2021 og seinni endurtók: Eftir at hava telvað í fimm HM endakappingum, gleðir hann seg ikki longur til at halda fram. 

- Tað hevur verið ein áhugaverd tíð síðani eg avgjørdi at spæla um HM meistaraskapið i 2013. Kappingarnar hava givið mær nógv og latið nógvar hurðar upp og tað eri eg fegin um. Talvini hava til tíðir verið áhugaverd, onkuntíð eitt sindur stuttlig. 

Norski heimsmeistarin letur tó dyrnar standa á glopp fyri at luttaka aftur í HM kapping í framtíðini, men tað er ikki nakað hann hugsar um nú. 

Hóast hann nú gevst at telva um heimsmeistaraheitið, so ger Magnus Carlsen greitt, at hann fer at halda fram at telva men bara ikki í kapping.

- Eg fari framhaldandi at vera ein virkin telvari. 

Teir báðir, sum nú skulu telva um HM heitið fyri einstakligar, Ian Nepomniachtchi og Ding Lien, halda tað vera stórt spell, at heimsins besti telvari ikki vil verja sítt HM heiti men skilja kortini hansara støðu. 

Kelda: Chess.com


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juli 2022

43
Leygardagur 30. juli 2022

Situr tú seggur í oyðini høll...

- Eitt 100 ára minni um Jákup í Jákupsstovu

 
SkrivaÐ:

Høgni Hoydal

 

Tann 7. juli í ár vóru 100 ár liðin síðani Jákup í Jákupsstovu varð borin í heim vesturi í Sørvági. Hann fór alt ov tíðliga. Í 1976 – bert 53 ára gamalur.

Men í síni góðu hálvu øld á foldum var Jákup frá unglingsaldri ein heilt burturúr djarvur og gløggur undangongumaður og hugsjónarmaður. Alt ov lítlan heiður hevur Jákup í Jákupsstovu, eftir mínum tykki, fingið í føroyskari søgu, fyri sítt markabrótandi verk.

Fáur hevur í roynd og veru havt so stóran týdning fyri føroysk tjóðarrættindi, fyri føroyska samfelagsmenning, vinnu og fyri sosial livikor hjá føroysku verkafjøldini, sum Jákup í Jákupsstovu. Og fá hava ofrað so nógv persónliga til frama fyri felagsskapin og rættindini hjá fólkinum.

Hugsið tykkum: Bert 23 ára gamal og yngsti tingmaður nakrantíð tá, tordi Jákup einsamallur at krevja fólkaatkvøðuna um framtíð Føroya tann 14. september í 1946. Og tá ið allir politisku flokkarnir lupu frá sínum lyftum, eftir at fólkið hevði valt loysing. Og sambandsflokkarnir bóðu donsku stjórnina og kong um at senda Løgtingið til hús. Og løgreglan og eitt danskt herskip høvdu fingið boð um at handtaka fólkavald tingfólk, um tey framdu sínar ætlanir.

Tá møtti Jákup í Jákupsstovu einsamallur upp á tingi tann 27. september í 1946. Til ein lógliga innkallaðan tingfund um at staðfesta loysingina og fara undir at byggja sjálvstøðuga tjóð í javnjóðis samstarvi við Danmark. Ongin annar tingmaður (tað vóru bert menn tá) tordi at møta upp. Teir sótu heima og tagdu.

Kona Jákups – megnarkvinnan Edith í Jákupsstovu – hevur so livandi greitt frá: At stuðlarnir hjá Jákupi, sum høvdu ferðast kring landið áðrenn fólkaatkvøðuna og grundgivið fyri loysingini, møttu á áhoyraraplássunum í tinginum henda dagin. Tey sungu orðini hjá Janusi Djurhuus fyri honum, har hann sat einsamallur í tingsalinum:

“Situr tú seggur í oyðini høll,
einastur eftir av mongum...”

Fyri at standa við fólkarættin í Føroyum, varð Jákup í Jákupsstovu eksluderaður úr sínum flokki og segði harvið frá sær ein tryggan tingsess. Og hann segði seinni frá sær eitt trygt og vællønt embætismannastarv sum sýslumaður í Vágum.

[object Object]

Jákup broytti søguna og veruleikan

Og hetta kundi so alt bara verið deyð søga og steypareyp. Men tað gjørdist tað á ongan hátt.

Jákup arbeiddi víðari politiskt og samfelagsliga. Hann tók stig til at stovna Tjóðveldisflokkin. Hann fór inn í fakfelagsarbeiði, samfelagsarbeiði og blaðarbeiði. Hann varð valdur í stjórnina í Føroya Arbeiðarafelag og gjørdist skrivari í Fiskimannafelagnum. Hann gjørdist blaðstjóri á Fiskimannablaðnum og varð við til at byrja og skriva í blaðið 14.september. Hann fór upp í Listafelagið og Rithøvundafelagið. Og hann granskaði og gav út eitt vísindaligt stórverk, sum varð viðurkent í Bretlandi: “Kor fiskimanna í Føroyum”. Umframt at hann granskaði og skrivaði verkið “Føroysk fólkanøvn”.

Vit geva okkum neyvan far um, hvussu stóran týdning gerðirnar og hugsjónirnar hjá Jákupi hava havt fyri okkum og fyri komandi ættarlið.

Føroya søga og okkara menning og møguleikar í landinum, høvdu sæð heilt øðrvísi út, var Jákup í Jákupsstovu ikki og broytti søguna og veruleikan.

Sýslumaður og tingmaður

Jákup fór, sum so mangur tá, blaðungur til skips í 30’árunum. Men fór síðani til Danmarkar at lesa búskaparfrøði, bert 17 ára gamal. Annar Veraldarbardagi brast á. Og har – avbyrgd undir krígnum – hittust hann og Edith úr Lamba, sum við so djúpari sorg varð vorðin einkja við tveimum synum. Tey giftust, hann ættleiddi synirnar, og Edith og Jákup fingu síðani seks døtur.

Eftir krígslok fluttu tey beint heim til Føroya. Har varð Jákup settur í sýslumansstarvið í Vágunum. Og blaðungi sørvingurin fór eisini beint inn í politikk. Stillaði upp til Løgtingsvalið í 1945 og varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í Vága valdømi. Sum yngsta fólk á tingi nakrantíð.

Hann kundi sostatt sett seg upp afturá sum danskur embætismaður við góðari løn og pensjón. Og hann kundi sitið í einum tryggum tingsessi. Men tað gjørdi hann ikki. Hóast átta børn og munnar at forsyrgja.

Jákup kravdi fólkarætt og fólkaatkvøðu

Bert eitt gott ár var Jákup í Jákupsstovu valdur tingmaður á Føroya Løgtingi. Frá 1945 til 1946. Og júst hetta árið var tað, at danska stjórnin saman við sambandsflokkunum í Føroyum royndi at trumla eitt uppskot ígjøgnum tingið um at gera Føroyar til ein danskan landslut, stýrt av einum donskum landshøvdingi.

Men Jákup, sum annars varð valdur inn fyri Javnaðarflokkin, ið stuðlaði danska uppskotinum, segði nei! Hann kravdi fólkarætt í Føroyum og ikki danskan statsrætt og yvirvald. Hann góðtók als ikki, at danska stjórnin saman við føroyskum flokkum á tingi tóku avgerðir yvir høvdið á føroyska fólkinum – sum aldri varð spurt ella hevði góðtikið danskt vald og danska grundlóg í Føroyum (og hevur tað heldur ikki tann dag í dag). Tann 23 ára gamli Jákup kravdi fólkaatkvøðu um rættindi og støðu føroyinga sum tjóð.

Harvið mistu sambandsflokkarnir í Føroyum sín tepra meiriluta á tingi fyri at avsiga sjálvsavgerðarrættin hjá Føroya fólki og leggja okkum fult og heilt undir Danmark. Og ístaðin skuldi nú fólkið eiga avgerðina um Føroya framtíð á fólkaatkvøðu 14. September 1946.

Fólkaatkvøðan varð so skipað sum ein hóttan, eftir kravi frá sambandsflokkunum og donsku stjórnini: Antin skuldi Føroya fólk atkvøða seg inn undir Danmark og gerast ein danskur landslutur við ongum sjálvsavgerðarrætti – ella kundu vit atkvøða fyri loysing (ið varð sett fram sum ein ræðumynd um kvetting og kubbing og avbyrging).

Jákup fór saman við mongum øðrum inn í Føringafelag. Tey ferðaðust í hvørja bygd í landinum og góvu tilfar út, har tey løgdu greitt fram um tjóðarrættindi, fólkaræði, egna grundlóg, vinnumøguleikar, sosialar skipanir, útbygt infrakervi, mentan, útbúgving og altjóða samstarv, sum kundu vinnast við at gerast sjálvstøðug tjóð.

Og teirra arbeiði var heilt avgerandi fyri, at ein meiriluti av Føroya fólki valdi loysing. Og harvið noktaði at siga ja til at gerast ein danskur landslutur við einum víðkaðum kommunalum sjálvstýri. Allir politisku flokkarnir í Føroyum tá og danska stjórnin vórðu púra skelkað av úrslitinum. Tey høvdu roknað við, at í mesta lagi 10% høvdu atkvøtt fyri loysing, meðan restin fór at atkvøða seg undir Danmark.

Bjargaði tjóðarrættindum okkara

Hevði Føroya fólk atkvøtt fyri danska uppskotinum, so varð uttan iva alt stríð og tos um tjóðarrættindi og sjálvsavgerðarætt í Føroyum fokið. Danmark hevði tá boðað Sameindu Tjóðum frá, at Føroya fólk hevði sjálvt valt at melda seg inn í Danmark og at gerast ein landslutur sum Bornholm ella Amager.

At so politisku flokkarnir sviku øll síni lyfti, noktaðu at fremja úrslitið og ístaðin trumfaðu eina danska heimastýrislóg ígjøgnum tingið, uttan nakra nýggja fólkaatkvøðu, vita vit øll. Men gerðirnar hjá Jákupi gjørdu, at Føroya fólk hevur ongantíð frásagt sær síni tjóðarrættindi ella lagt seg undir nakað annað land.

Tí hevur tjóðskaparstríðið hildið fram, og hevur saman við sosiala, mentanarliga og vinnuliga strevinum fyri javnrættindum, vunnið okkum alt tað, sum vit í dag kunnu semjast um, er grundarlagið fyri okkara menning. Men sum tá høvdu so øgiliga mótstøðu ímóti sær.

Uttan Jákup í Jákupsstovu, vóru Føroyar helst líkar Hetlandi í dag. Eitt fólk uttan fólkaræði og stjórnarstovnar. Uttan egið mál, egnan samleika og egna mentan. Uttan fakfeløg og felags rørslur. Uttan mál og mið. Standandi í stað. Uttan tjóðskaparliga, sosiala og vinnuliga megi til broyting, framburð, javnstøðu og javnari livikor.

Høvdu føroyingar slept fólkarættinum, vóru vit spakuliga fánað burtur. Tí øll okkara størstu framstig hava vit framt við at standa uppá okkara tjóðarrættindi sum fólk og at leggja tey stikini niður, sum heimastýrislógin og danskur statsrættur saman við føroyskum flokkum, støðugt hava roynt at gyrða um okkum.

Sum Jákup segði og helt fast við: Evsta lóg og vald í einum landi, er fólkið og teirra avgerðir á fólkaræðisligari grund. Ikki politikarar, flokkar ella fyritøkur og einstaklingar, sum afturfyri peningaligan ella annan stuðul úr Danmark, góðtaka og leggja seg undir imperialistiska hugsan og logikk. Og billa okkum áhaldandi inn, at “hetta er veruleikin” og “at ein meiriluti á tingi hevur samtykt tað”, og tí er tað í lagi! Fólksins vilji er grundlógin og , skrivaði Jákup.

Takk og lov fyri, at hann tordi. Tó at vit vita, at tað kostaði Edith, børnunum og familju so nógv baks og mótstøðu.

Rættindi hjá verkafólki og fiskimonnum

Jákup stillaði upp á uttanflokkalista í 1946, og hóast eitt gott persónligt val, varð hann ikki valdur á ting. Tað hevði hann verið, um hann stillaði upp fyri ein flokk.

Hann brúkti síðani alla orkuna at stovna Tjóðveldisflokkin og fór inn í stjórnina hjá Føroya Arbeiðarafelag. Og hann gjørdist skrivari í Fiskimannafelagnum og blaðstjóri á Fiskimannablaðnum.

Saman við Erlendi Paturssyyni og øðrum stóð hann á odda fyri stóru fiskimannaverkføllunum í 50’unum, har Erlendur varð dømdur í geglið fyri at forða verkfalsbrótarum at fara til fiskiskap. Og teir stuðlaðu fiskimonnum at eiga egin før og ígjøgnum Samvinnufelag Fiskimanna at keypa og selja sjálvir uttan millummenn. Eisini gjørdi Jákup eitt stórt arbeiði at eggja monnum at gera bátar út til Grønlandsútróður, sum bjargaði mangari bygd og mongum húski í 50’unum og 60’unum – ikki minst vesturi í Vágunum.

Tey rættindi og teir sáttmálar, sum Jákup saman við Erlendi og Fiskimannafelagnum vunnu fiskimonnum, eru í roynd og veru bara versnað síðani. Jákup og Erlendur fingu somuleiðis umvegis Tjóðveldisflokkin samtykt minstulønarskipanini og minstaforvinningin. Og teir vóru oddvitar í at fáa føroyska fiskimarkið flutt út á fyrst 12 fjórðingar og síðani 200 fjórðingar – og at halda Føroyar uttanfyri ES.

[object Object]
Edith og Jákup í Jákupsstovu

At arbeiða fyri tey fáu ella tey mongu

Eg ørminnist bert Jákup, sum eg havi hitt hjá ommu og abba sum smádrongur. Men eg hevði ta stóru gleði at kenna Edith væl, tí hon og omma vóru vinkonur. Og síðani hitti eg hana í tjóðveldisrørsluni, eftir at eg fór inn í politikk. Edith náddi høgan aldur, og andaðist í 2012, 95 ára gomul.

Edith greiddi mær frá mongum um fólkaatkvøðuna í 1946 og um kvinnustríð, stættastríð, mentan og um tjóðarbygging. M.a. havi eg ongantíð gloymt, hvussu hon legði dent á, at Føroyar vóru eitt púrasta óútbygt og sosialt órættvíst land undir donsku amtsstøðuni. At tað var ikki fyrr enn vit sjálv tóku ábyrgd, virdu okkum sjálv og okkara mentan og sjálv tóku avgerðirnar, at Føroyar fóru at menna seg sum tjóð og samfelag og livikorini betraðust. Og hon greiddi frá, hvussu nógv tað kravdi av teimum sum hjún og sum familja, at Jákup stóð við sítt stríð.

Jákup kundi sitið í tryggum, fastløntum starvi sum sýslumaður í Vágunum. Hann kundi lagt seg undir donsku kravboðini og krøvini frá sínum táverandi flokki og havt ein tryggan tingsess í mong harrans ár. Hann kundi valt at verið minni ágangandi saman við Erlendi Paturssyni í at stríðast fyri korum og rættindum fiskimanna og hjá verkafólki. Hann kundi við sínum góðu førleikum rikið reiðaravirksemi fyri seg sjálvan, heldur enn at arbeiða í felag fyri at útgera fátækar útróðrarmenn úr øllum landinum at fara á grønlandsútróður við egnum bátum. Hann kundi havt granskað og skrivað um mangt annað enn kor fiskimanna og verkafólksins.

Men tað valdi hann tíbetur ikki.

Politikkur og samfelagsviðurskifti og hugsjónir eru ikki so torgreidd, sum vit ofta fáa trúttað niður í okkum. Tú kanst arbeiða fyri serrættindi hjá teimum fáu og fyri egin áhugamál og tú kanst brúka tína orku at billa fólki inn, at øll eiga ikki at hava somu rættindi og møguleikar í samfelagnum og í heiminum. At summi hava framíhjárætt til ríkidømi og ognir. Og at summar tjóðir ella fólkasløg hava ein søguliga ella guddgivnan rætt at leggja aðrar tjóðir undir seg og hava valdið á øðrum.

ELLA tú kanst arbeiða fyri felagsskapin og fyri javnrættindi. Fyri universellar hugsjónir. Fyri áhugamál og rættindi hjá tjóðini og felagsskapinum. Fyri javnrættindi millum fólk og tjóðir, uttan mun til, hvussu ymisk, vit eru. Fyri upplýsing og fólkaræði, har fólk sjálv kunnu taka egna støðu og ikki krúpa fyri valdsharrum, ið siga seg eiga allan rættin.

Tað kostar persónliga bæði kensluliga, sosialt og materielt.

Og júst hetta seinna gjørdi Jákup í Jákupsstovu, og vann okkum tí ómetaligar møguleikar.

Sum eg havi skilt, so savnaðist tann so fólkaríka, fagra og fjøltáttaða Jákupsstovufamiljan á 100 ára degnum at fagna og minnast Jákup og Edith. Tey skaptu lív og kor og líkindi fyri onnur. Tað sama hava teirra mongu eftirkomarar gjørt.

Takk fyri tykkara strev og stríð fyri land og tjóð og javnrættindum millum fólk.

Høgni Hoydal


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2022

44
Leygardagur 30. juli 2022

Tagnaða koltursrøddin úr Hesti

Minningarorð um Ebbe Rasmussen

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Magni Arge

Tað eru bara fimmogtjúgu ár síðani, eg hitti Ebba Rasmussen fyrstu ferð, so tey eru fleiri, sum kendu hann betur enn eg. Men eg ditti mær kortini at skriva nøkur orð, sum eisini byggja á frálíku prædikuna hjá Bergi Debes Joensen til jarðarferðina.

Tá svágurin og hestmaðurin Hans Jakki gjørdist partur av fjølskylduni, fylgdu við honum sambond við onnur hestfólk. Teirra millum var Ebbe Rasmussen, sum stakk inn á gólvið hjá sváginum eina ólavsøku fyri fimmogtjúgu árum síðani. Ein ógloymandi løta, tí báðir tveir vóru so framúr góðir sangarar, kvøðarar og tignarligir vertskapsmenn.

Ebbe var so burturúr sympatiskur og sjarmerandi, at tú kundi ikki annað enn fáa tokka til hendan góðsliga og blíða mannin, tá tú hitti hann. Hann gjørdi lítið burturúr sær, men var kortini ein kempa og ein skilamaður. Baldist á sjónum í sjey áratíggju, av fremstu kvøðarum, kirkjuni ein trúgvur tænari, tjóðskaparmaður og familju og vinum ein dyggur stuðul.

Ebbe var føddur í Hósvík 3. februar í 1932, sonur Mariu Rasmussen úr Koltri og Harald Flemming Olsen úr Havn, úr Dalahúsunum á Tinganesi. Ebbe var smádrongur, tá pápin doyði av krígsávum í Southampton undir krígnum. Mamman giftist seinni við Sjúrði Zachariassen úr Hesti, og Ebbe vaks upp við honum sum pápa.

Ebbe sleit barnaskógvarnar úti í Koltri og var 15 ára gamal, tá tey búsettust í Hesti stutt eftir kríggið. Hann fór ungur til Havnar at arbeiða sum ørindadrongur hjá Brend í Havn, men fekk so tjans við Smyrli, tá hann var blaðungur - fyrst sum messur og seinni sum dekkari. Hann søkti síðani sjógvin alt lívið og var 84 ára gamal, tá hann legðist uppi.

Á sjónum í sjeyti ár

Seytjan ára gamal fór Ebbe við 30 tonsaranum Njørði til fiskiskap undir Íslandi, har nógv var at fáa. Hann róði út í Íslandi við Blitfarinum og Vonastjørnuni. Hann var í Grønlandi við einum suðuroyarskipi, áðrenn hann fór at rógva út við smábáti av skonnartini Marité í Grønlandi. Á sama túri vóru eisini aðrir hestmenn við, eitt nú Óli, Niklas, Petur og Jørmund. Jákup Joensen, Dunga Jákup, úr Sandavági var skipari, og viðurskiftini teirra millum vóru stak góð.

Eina tíð sigldi Ebbe við týskarum, og í 70-árunum royndi hann við Norðbúgvanum og var við metlanga saltfiskatúrin, sum vardi í átta mánaðir. Hann var eisini millum teirra sum mannaðu Vesturvarða, Suðurvarða og Fame, tá rækjuveiðan í Grønlandi tók seg upp, og seinni var hann nógv í kanadiskum sjógvi. Ebbe var eisini millum álitismenninar umborð á Giljanesi, tá hann kom.

Giftist við Atu úr Sandavági

Ebbe var ofta leingi á sjónum, men hann var kortini so frægt í landi, at tað rann saman millum hann og Atu Klemonu Thomassen úr Sandavági. Tey giftust í Hests kirkju í apríl 1962.

Tey fingu Jóngerð í 1966, Sverra í 1968 og Rannvá í 1974. Abbabørnini eru 6 í tali: Jónsvein, Malan, Magnar, Lena, Ata Marit og Rúni. Langabbabørnini eru 2: Rósa og Carl. Skoytast kann uppí, at tá ið Hallur og Sæbjørn mistu foreldur síni, Lenu og Klæmint, á ungum árum, vóru Ata og Ebbe nógv um teir.

Á heysti 1993 var Ebbe fyri hóttafallið, tá hann fekk bruna í nervaskipanina og misti førið at tosa og ganga og endaði í respiratori. Men við Guds hjálp, áræði og treiskni kom hann skjótt á føtur aftur. Ebbe, sum tá var 61 ára gamal, vandi hvønn dag, og á nýggjárinum hoyrdist hann aftur í føroyska dansinum í bygdarhúsinum í Hesti.

Tá flutti Ebbe seg av fjarðari leiðum og fór at rógva út úr Hesti. Tað var honum ikki ókent, tí millum túrarnar var hann ofta í fjørðinum við 10 mannafarinum “Veiðibjalla” og átti part í “Álafossi”, áðrenn hann og sonurin Sverri reiddi út 30 tonsaran “Dúgvustakk”.

Sverri sigldi úti, so Ebbe var oftast einsamallur á bátinum, til hann 84 ára gamal legðist upp á land í 2016. Men tað forðaði honum ikki at fara langar túrar til havs við einum av størstu glastrevjabátunum í landinum.

Ebbe var av raskastu sjó- og útróðrarmonnum og ein úrmælingur at ráða veður og vind. Serligt tev hevði hann fyri streymi. Ebbe var ein, menn spurdu um ráð, og hvar hann kastaði, fylgdu aðrir við.

Í nógv ár sást hesin lágvaksni og blíði maðurin selja fisk í Vágsbotini – ikki langt haðani hann var ættaður, og ofta førdi Ebbe prest út í oynna sunnumorgnar.

Loysingarmaður á fólkafundi í Koltri

Ebbe las nógv og fylgdi væl við í øllum samfelagsviðurskiftum. Áhugin fyri politikki var stórur, og hann stuðlaði stevnuni hjá Tjóðveldisflokkinum um at fremja fólksins vilja frá fólkaatkvøðuni í 1946. Tá ið val var, var høgtíð.

Hann var sjáldan frammi á almennum pallum, men tá hann tók orðið á fólkafundinum í Koltri í 2001 hugtók hann stóru mannfjøldina og blaðmannin Jústines Ejdesgaard, sum skrivaði soleiðis:

“Ebbe stendur í morreyðari troyggju og føroyskari húgvu í túninum á garðinum, sum morbróðurin festi, og sum hann hevur so nógv góð minni um. Hesin býlingurin evnaði Ebba til mann.

Hendan náttúran meitlaði inn í unga sinnið elskhugin til fosturlandið og lítla samfelagið í Koltri, gav honum førningin, ið stuðlað hann hevur heilt fram at hesum degi. Nú talar hann til eina fjøld, sum er eins von við herróp og sjálvfylgilighetir, sum sunna fornuft.

Og tað eru vísdómsorð hann gevur lýðandi fjøldini í logandi sólhavinum úr vestri hendan sunnudag, tjóðardag íslendinga, tá lyndiseftirkomarar Gøtu Trónda hittast til stevnu.

- Tey ivasomu tosa um vælferðina og vandan fyri at missa hesa við loysing. Men hvat er vælferðin? Vælferðin er fjørðurin, sigur hann og peikar út á mjólkabláa Hestfjørð, sum kókar av æti, nebbasild, seiði, smáfiski, fugli og stuttleikabátum.

- Vælferðin er bøurin, fjøllini, fuglabjørgini og Vesturhavið. Vælferðina finna vit ikki hjá øðrum enn okkum sjálvum, sigur Ebbe Rasmussen.”

Deknur og frægur kvøðari

Ebbe sat í bygdarráðnum í Hesti nakrar setur og fleiri setur í kirkjuráðnum, harav eini 10 ár sum formaður. Hann tók við sum deknur í kirkjuni í 1995 og røkti starvið í góð tjúgu ár fram til 2016.

Týðiligt og væl las Ebbe lestur, og hansara vakra rødd hoyrdist um alt landið, tá ið hann las morgunlestur í útvarpinum. Hann varðveitti alt lívið tað ramliga og eyðkenda koltursmálið, og ungu hestfólkunum dámdu væl at lurta, tá Ebbe las Árnasøgu í skúlanum annan jóladag.

Ebbe var lítillátin, stillførur og tolin maður, og so var hann góðsligur og lættur í sinni. Hann var glaður, tá abbabørnini komu á vitjan. Dagurin byrjaði við morgunlestri og Faðirvár, sum hann bað hart sitandi ella standandi. Hann lærdi børn og abbabørn sálmar og sangir og at leggja seg í Guds hond. Og so sang og kvóð hann eisini føroyskar vísur og kvæði fyri teimum, eins og hann ofta hoyrdist sita og murra fyri seg sjálvan um Grana, sum bar gulli av heiði og um stoltu Signhild.

Ebbe hevði ikki bara góða rødd til upplesturs, hann var eisini óførur kvøðari. Hann var virkin í Vága Dansifelag og skipaði nógvar brúðarvísur millum ár og dag. Hans Jacob Niclasen minnist, tá Ebbe og Jørmund vóru í hæddini. “Ein frægd var tað at hoyra teir kvøða Dronning Dagmar. Tað var ikki bara rødd teirra, sum rungaði, og føturnar, sum dansaðu, allar kroppur teirra var so livandi við í kvøðingini.”

Jarðsettur í logandi sól millum fjøllini og fjørðin

Konuna, Atu, misti hann í 2014. Ebbe var um hana í fleiri ár heima í Hesti, áðrenn hon flutti í Vallalíð at verða síni seinastu ár. Árið eftir fekk Ebbe ein blóðtøpp í hjarta. Tá misti hann arbeiðsorkuna og flutti á sambýlið oman Mattalág í 2017. Ebbe fylgdi framvegis væl við í samfelagsviðurskiftum og gekk javnan í kirkju í Vesturkirkjuni.

Lagið var gott á Ebba 90 ára føðingardagin heima hjá Maluni og Carl Kjartan á Argjahamri ein rættiligan vetrardag í februar í ár. Blíður, góðsligur og róligur prátaði hann um stórt og smátt við gestirnar.

Hóast aldurin var høgur, so komu deyðsboðini óvæntað hin 14. juli, tí ávaringin var ongin. Men spor hevur Ebbe sett eftir seg, tí kirkjan í Hesti rúmaði ikki øllum, sum fríggjadagin leitaðu sær út í Hest at siga honum farvæl og fylgja honum til gravar.

Svárast er sorgin hjá teimum, sum stóðu honum næst, men tað kendist eisini á presti, at hann segði einum trúgvum kirkjutænara farvæl. “Stólur hansara stendur tómur,” segði hann.

Stóra mannfjøldin fylgdi Ebba til sín seinasta hvíldarstað í dýrdarveðri. Logandi sól, bláur himmal og logn.

Hann varð jarðsettur undir liðini á Atu í kirkjugarðinum norðuri við Myllá, sum liggur í bønum undir fjøllunum, haðani tú sært heim í bygdina og út á hin bláa Hestfjørð.

Her treivst hann, tá hann livdi, og her fann hann sína ævigu hvild.

Takk fyri løturnar Ebbe og hvíl í friði.

26. juli 2022/magni arge


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2022

45
Leygardagur 30. juli 2022

Ólavsøkurøða løgmans

- hildin á Føroya Løgtingi 29. juli 2022

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

Harra formaður! Góðu føroyingar!

Gróður og fleyr av útsuðri,
sól gyllir landið so blíð.
Vón fyri avburðar skurði
tykist at vera í tí.
Grøsini grøn,
blomstrini vøn
landið í summarskrúð klæða

Soleiðis yrkir Ismar Joensen úr Fuglafirði um føroyska hásummarið, nú vøksturin er sum mestur. Grasið er sítt, eplaslokkarnir djúpgrønir, og blómur klæða landið í summarskrúð.

Henda vakra summarmyndin kann eisini nýtast til at lýsa Føroyar í dag. Tað grør um gangandi fót – og vøksturin er eyðsýndur allastaðni.

Men nakrar hóttanir eru tó. Í náttúruni eru tað serliga stormur, seyður og svartaspilla, sum kunnu forpurra okkum grøðina. Men virka vit, skapa vit lívd, tryggja vit, at garðarnir eru í seyðahøgum standi, og velta vit upp úr nýggjum, so kunnu vit verja vøksturin.

Í løtuni eru eisini nakrar politiskar hóttanir. Kríggj í Evropa, inflatión og matvøru- og orkukreppa. Men virka vit, skapa vit lívd, har neyðugt er, tryggja vit bøgarðarnar, og hava vit dirvi til javnan at velta upp úr nýggjum, kunnu vit verja vøksturin.

Vit njóta nú ljósa summarið. Men vit vita, at tað spakuliga er farið at myrkna. Á ólavsøku er aftur fríggingarmyrkt. Vit hoyggja, heysta og fylla goymslurnar, tí vit kenna ringrásina. Eftir ljósar tíðir koma myrkari tíðir – og so lýsnar aftur. Soleiðis er í náttúruni eins væl og í samfelagsbúskapinum.

Við ongari fyrireiking kann veturin gerast tungur. Men fyrireika vit okkum við skili, nýtist okkum ikki at stúra. So eru vit trygg.

***

Harra formaður!

Í hesum døgum eru nógv, sum stúra. Sum eru ótrygg. Eitt nú í Ukraina, har 10 milliónir eru flýggjað frá húsi og heimi.

Orð kunnu ikki lýsa tað, sum hendir har nú. Hetta er álvarsamasta støðan í Evropa síðani seinna veraldarbardaga.

Føroyar fordøma russisku innrásina og kríggið í Ukraina. Tí hava vit sett tiltøk í verk, sum eru við til at leggja trýst á Russland.

Vit noyðast nú at geva til kennar, hvar vit standa trygdarpolitiskt – og ikki minst moralskt.

Tí eiga vit politikarar at viðgera neyvt, hvørja støðu vit skulu taka, tá ið um Russland ræður. Eisini frameftir. Hetta er ikki eitt samgongu – ella andstøðumál. Øll politiska skipanin má standa saman. Eins og vit stóðu saman um at lata samfelagið upp fyri flóttafólki.

Umleið hálvthundrað ukrainar liva nú trygt innan føroysku garðarnar. Tey hava møtt føroyskum hjálpsemi og gestablídni. Tey hava fingið bústað og eru farin til arbeiðis og í skúla.

Millum teirra eru Tatsiana og Vitalii Turbin – og børn teirra, tvey ára gamli Mykhailo og átta ára gamla Anastasiia.

Tá ið Russland gjørdi innrás, var ikki verandi í íbúðini á 6. hædd. Tey funnu skjól í einum myrkum kjallara hjá familju, meðan rakettir og bumbur løgdu landið í oyði.

Tey gjørdu av at taka til rýmingar. Hóast tað var torført at fara, vildu tey fáa børnini burtur úr lívsvanda. Í fimm dagar flýggjaðu tey gjøgnum krígsherjaða landið og máttu sova í bilinum.

Nú eru tey her.

Enn stúra tey. Um heimlandið, familju og vinir. Men í Føroyum eru børnini trygg. Hvørki ávaringarlúðrar, bumbur ella rakettálop fáa tey at óttast fyri lívinum.

“Landið her er kalt,” sigur Tatsiana, “men fólkini eru heit.”

Avgerðin um at taka ímóti flóttafólki úr Ukraina er ein varði í politisku søgu okkara. Tað hevur kravt nógvar fyrireikingar.

Samstarvið millum stovnar, felagsskapir og politisku flokkarnar hevur verið framúr. Og føroyingar hava tikið væl ímóti.

***

Tí føroyingar lata fegnir neyðstøddum burtur av. Vit hava leingi havt góðar tíðir. Gróðurin hevur ikki trotið, og ávøksturin hevur verið fleiri fold.

Við støðuga búskaparvøkstrinum hava vit betrað um vælferðina. Tað sæst aftur í fólkatalinum, sum nú hevur rundað 54.000.

Men, harra formaður! Góða gongdin heldur ikki fram av sær sjálvari. Hann boðar nú frá búskaparligum ruskveðri, og fyrstu tekin um eina heimsumfatandi orku- og matvørukreppu hómast. Vit merkja inflatiónina. Serliga brennievni og matvørur dýrka – og rentan hækkar.

Hetta rakar húsarhaldini, og tí fer landsstýrið at leggja fram uppskot um at hjálpa sperdum húskjum, so at tey, ið eru ringast fyri fíggjarliga, kunnu fáa upp til 7000 krónur.

Men hóast tað myrknar, kunnu vit vera bjartskygd. Vaksandi fólkatalið gevur fleiri høvd og fleiri hendur til arbeiðsmarknaðin – og tað er gott fyri búskapin.

Arbeiðsloysið er metlágt, og arbeiðsfjøldin er millum heimsins best útbúnu og virknastu. Vit hava methøgan útflutning í ár, og tilfeingisgjaldið frá ali- og fiskivinnuni setti met í fjør. Skuldin hjá landi, kommunum, almennum og privatum er lítil, sammett við onnur lond.

Í 2021 var avlopið í landskassanum 138 mió. kr., og í ár eru inntøkurnar methøgar.

***

Men hóast vónin er bjørt um góðan avburðarskurð, má tað ikki gerast okkum eitt ból. Tvørturímóti. Vit mugu áhaldandi virka fyri, at samfelagið mennist.

Vit skulu tora at leggja um og velta bøin av nýggjum. At bjóða vanahugsanini av og laga okkum til nýggjar umstøður og avbjóðingar.

Hetta var endamálið við Vakstrarforumi. At finna ítøkilig átøk, sum kunnu skapa burðardyggan vøkstur og langtíðartryggja vælferðina. Í juni fingu vit 164 tilmæli á seks økjum: Grøna skiftinum, havinum, útbúgving og arbeiðsmarknaði, KT, vinnuferðavinnu og maritimari veitaravinnu.

Málini eru framsøkin og djørv.

Útflutningurin úr sjónum skal vaksa við trimum milliardum, og KT-vinnan skal vaksa úr 2,5 upp í 6 prosent av búskapinum.

Vinnuferðavinnan skal vaksa, so vit fáa eina javna og skynsama ferðavinnu alt árið.

Føroyskar havnir og veitarar skulu vera fyrsta valið hjá skipum í Norðuratlantshavi.

Á útbúgvingarøkinum skulu vit møta arbeiðsmarknaðinum og búgva okkum til framtíðar førleikakrøv.

Mest av øllum mugu vit gerast grønari. Eitt nú minka munandi um útlátið, minka um tilfarið, vit brúka – og gagnnýta og varðveita føroyska lendið og sjóøkið betur.

Tað er mín áheitan, at vit øll í felag fara at arbeiða við átøkunum.

Tí, harra formaður! Arbeiða vit ikki burðardygt, er tað sum at sleppa seyðinum inn á bøin nú. Hann bítur fegin góða grasið – men hevur so einki at eta í vetur.

Vit mugu virka langskygt, og nýggi orku- og veðurlagspolitikkurin er eitt stórt grønt fet.

Tað gongur væl at skifta til grøna elframleiðslu, og skjótt fáa vit orku frá tveimum nýggjum vindmyllulundum oman fyri Havnina.

Meiri ferð verður sett á royndirnar við sjóvarfalsorku, og vit kanna, um orka fæst úr heitum keldum undir jørð.

Landið skal eisini nýta grønar loysnir. Tí fara bygningarnir í Tinganesi skjótt at verða hitaðir við sjógvi.

Vit mugu somuleiðis minka um útlátið.

Frá 2024 banna vit oljufýrum í nýggjum húsum, vit veita stuðul til at taka niður gamlar oljufýringar, og hitapumpur sleppa framhaldandi undan meirvirðisgjaldi. Eisini leingja vit skipanina við mvgafturbering til el-og vetnisbilar, og vit minka stigvíst um ávís dálkandi vakstrarhúsgass.

Við nýggju pantskipanini kunnu vit lata øll pantíløt inn aftur á sama stað. Hartil eiga vit at taka pant av fleiri íløtum, so vit minka um burturkastið.

Men tað nyttar lítið at hugsa um heimsins náttúruavbjóðingar og samstundis gloyma okkara egnu. Vit hava avmarkaða vídd, og vit mugu tí hava greiðir ætlanir.

Bæði um hvussu ymsu økini í landinum skulu kunna brúkast, og hvussu vit skipa gongd í haga.

Føroyingar skulu kunna njóta náttúruna. Tað hevur altíð verið siðvenja.

Skiljast skal tí millum privata- og vinnuliga gongd í haga. Og vit skulu altíð sýna varsemi og atlit til landbúnað, seyðahald og náttúru.

***

Vit hava jú skyldu til at varðveita náttúruna og fáa sum mest burtur úr tilfeinginum.

Tí eiga vit í størri mun at menna føroyskar landbúnaðarúrdráttir. Ein landbúnaðarpolitikkur skal orðast, har dentur skal leggjast á burðardygt lendisbrúk, djóravælferð, útbúgving og fígging.

Tilfeingið úr sjónum kann somuleiðis gagnnýtast betur, so vit fáa meira burturúr. Føroyar eru heimsins kovi, og eftirspurningurin eftir fiskavørum bara økist.

Semja má fáast millum strandalondini, so vit tryggja burðardygga veiðu.

Nú fiskivinnan hevur fingið tryggar karmar, verða stórar íløgur gjørdar í skip, ið bæði eru grønari og effektivari. Royndarkvotur eru latnar til fleiri nýggj fiskasløg.

Alivinnan stendur fyri meir enn helvtini av útflutninginum og ger stórar íløgur fyri at betra um framleiðslu, tøkni og burðardygd, fyri at tryggja kappingarførið. Alivinnan skal framhaldandi kunna virka og vaksa á tryggum grundarlagi.

Laksaprísurin hevur verið óvanliga høgur seinastu tíðina. Framleiðslukostnaðurin er eisini hækkaður, orsakað av hækkandi rávøruprísum. Ætlanin er tí at tillaga tøkugjaldið, so tað avspeglar nýggja veruleikan.

***

Men hóast náttúrutilfeingið er ríkt, er menniskjaliga tilfeingið tað týdningarmesta. Eitt tað dýrasta, menniskjan er signað við, eru evnini at læra. Útbúgving er ein av fortreytunum fyri burðardyggum vøkstri í øllum geirum.

Fjølbroytnið av útbúgvingum í Føroyum økist støðugt.

Á Setrinum verða fleiri tikin inn til KT-bachelor, og nýggj master í KT-verkfrøði byrjar í ár. Ein yrkisútbúgving í KT-support verður nú fyrireikað.

Nú ber eisini til at taka master-útbúgving í lóg á setrinum.

Setrið tekur nú inn til sjúkrarøktarfrøði tvær ferðir um árið, og heilsuútbúgvingarnar í Hovi eru dagførdar. Hartil byrja námsfrøðilesandi tvær ferðir árliga frá komandi ári.

Á miðnámi dagføra vit fleiri yrkisligar útbúgvingar, og í august sleppa tey fyrstu inn á nýggju alaraútbúgvingina.

Húsarhaldsskúlin í Klaksvík fær nýggjar og betri umstøður.

Í komandi ári dagføra vit fólkaskúlalógina og endurskoða tíma- og lærugreinabýtið, umframt lutfallið millum ymsu lærugreinarnar.

Hugt verður at floksstøddum, hvussu skúladagurin kann styttast, og hvussu vit betur kunnu skipa føroyskt sum annaðmál.

***

Harra formaður! Í hesi gróðrarmiklu summartíð er altíð onkur vøkstur, sum ikki trívist. Tí lendið er ov vátt ella ov turt. Tí sólin er ov sterk ella skuggin ov dimmur.

Hóast tíðirnar eru góðar, er talið av ungum, sum mistrívast, vaksandi. Tað gera vit nakað við. Í Føroyum skal vera trygt – serliga hjá børnum og ungum.

Tað skal gerast støðugt skjótari at sleppa til útgreiningar og viðgerðar í barna- og ungdómspsykiatriini – og ung við angist og tunglyndi skulu framhaldandi fáa ókeypis sálarfrøðiliga hjálp. Tørvurin hevur verið stórur.

Vit eftimeta royndarskipanina við sálarfrøðingi í fólkaskúlanum og taka støðu til, hvussu hetta skal skipast frameftir.

Smuglarar og seljarar skulu ikki við rúsevnum køva ungdómin, beint sum hann fer at spíra. Nýggja heildarætlanin við tilmælum um, hvussu vit kunnu koma rúsevnismisnýtsluni til lívs, staðfestir, at trivnaður er besta amboðið.

Tey, sum eru partur av einum góðum felagsskapi, fáa sjáldnari trupulleikar av rúsevnum. Tí hava ítróttar- og mentanarlív, kirkjur, samkomur og aðrir góðir felagsskapir ein lyklaleiklut í felags arbeiðinum at lúka hetta óynskta illgrasið burtur.

Komandi tingár velta vit upp úr nýggjum fyri at basa rúsevnum – bæði við at hjálpa teimum ungu og við at gera tað torførari at smugla.

Og nú vit tosa um lógarbrot, so hava vit dagført revsilógina. Eitt nú er staðfest, at er samtykki ikki givið, er talan um neyðtøku.

Fongsulviðurskiftini hava ikki verið nøktandi. Eg fegnist um at avtala er gjørd við donsku stjórnina um at byggja nýtt fongsul, og loksins eru fyrireikingarnar byrjaðar. Hartil kemur ein skipan við fótleinkjum.

***

Harra formaður! Eitt annað ørindi hjá Ismari Joensen ljóðar soleiðis:

Smæra og rølikur kýtast
við annan vøkstur úr mold,
ikki man smáblómum nýtast
smæða seg burtur á fold.
Vøkur hvør sær,
angandi tær
lendið við litum upp skrýða

Føroyska fjølbroytnið er stórt, og vit skulu laga viðurskiftini, so at allur vøkstur trívist her. Eingin smáblóma skal smæðast burtur í Føroyum – tvørturímóti. Vit betra tí um tryggleikan og trivnaðin á fleiri mótum.

Eitt brekumboð fer at hava eftirlit við, um breksáttmálin verður fylgdur. Harumframt skal umboðið upplýsa fólk, sum hava brek, um teirra rættindi. Hetta verður ein kærkomin skipan.

Útlendingar, sum koma til Føroya, fáa tryggar karmar um síni rættindi og skyldur í nýggju integratiónslógini. Varandi uppihaldsloyvi verður frameftir treytað av, um tey standa skeið í føroyskum sum annaðmál.

Fyrstu árini hjá børnum hava avgerandi týdning fyri teirra framtíð. Tí skulu vit eisini tryggja børnum undir skúlaaldri bestu umstøður til at læra og búnast.

Námsfrøðiútbúgvingin verður umskipað og dagførd, so at námsfrøðingar verða útbúnir beinleiðis til dagstovnaøkið.

Barsilsfarloyvið er longt til 52 vikur, og nú raðfesta vit at hækka barsilsútgjaldið.

Foreldur, sum vilja tað, skulu kunna ansa børnunum heima. Tí skulu pengarnir fylgja barninum.

Barnaverndarlógin skal dagførast til frama fyri okkara smæstu.

Tá ið um mentan og ítrótt ræður síggja vit, hvussu okkara kýtast við onnur og vinna. Tí hava heldur ikki ítrótta- og listafólk nakra orsøk at smæða seg burtur. Tvørturímóti.

Góðu úrslitini innan ítróttin eru heilt ótrúlig, hugsa vit um fólkatalið. Og góð úrslit krevja góðar karmar. Tí gleðir tað meg, at allir politisku flokkarnir eru samdir um at fíggja ein part av nýggju stórhøllini.

Føroyska listin er somuleiðis ófatiliga dygdargóð. Serliga í filmsvinnuni er vøkstur, og nógvir stuttfilmir hava vunnið altjóða virðislønir kring heimin. Filmiskt spenna Føroyar nú frá James Bond til fólkakæra Hannis Martinsson í Trom.

Á listaliga økinum skapa vit eisini karmar. Arkitektakappingin um Tjóðleikhúsið er í gongd, og í heyst kemur uppskot um at útvega tí uttanhýsis fígging. Eisini kemur uppskot um, at list skal vera ein sjálvsagdur partur av almennari bygging.

***

Og harra formaður! – Enn er tørvur á at byggja. Serliga til bústaðir. Fyri trivnaðin hevur tað alt at siga, at vit hava eitt trygt stað at festa røtur. Spyrjið bara ukrainsku Tatsianu og Vitalii Turbin.

Fyri tey, sum mangla eitt trygt heim, er tað avgerandi, at bústaðartrupulleikin verður loystur. Og vit eru væl á veg.

Seinastu trý árini eru fleiri enn 550 búeindir lagdar aftur at marknaðinum.

Hetta til komandi ár byggja Bústaðir 100 búeindir afturat, og heilt nógv verður bygt privat.

Eg viðurkenni, at fólk við serligum avbjóðingum hava verið í svárari bústaðarneyð. Men vit byggja vardar bústaðir á Argjum og í Hoyvík. Samanlagt verða 48 nýggj bú- og umlættingarpláss.

Á “Skálagarði” í Klaksvík - sum letur upp komandi ár – verður pláss fyri 15 fólkum við seinheilaskaða.

Arbeiðið at byggja stovnar og sambýli til fólk við serligum tørvi heldur støðugt fram. Millum annað fara vit í næsta ár undir at byggja eitt sambýli til vaksin við autismu.

Harumframt hava Bústaðir fingið 200 mió kr. til serligar málbólkar. Í samstarvi við Almannaverkið og Sinnisbata verða 12 íbúðir í Blómubrekku í Havn.

Fyri at óneyðugir steðgir ikki koma í almennu byggingina, arbeiða vit við eini langtíðarætlan um, hvørjir bústovnar, virknistilboð og umlættingartilboð skulu byggjast komandi 10 til 15 árini. Hetta mugu allir flokkar samstarva um.

***

Somuleiðis mugu allir flokkar samstarva um heilsuverkið – við langskygdum loysnum. Øll skulu kenna seg trygg og líta á heilsuverkið. Vit hava vatnað heilsuøkið væl við metnógvari orku og fígging, so tænasturnar kunnu fylgja við nútíðini.

Málið er viðgerðartrygd, so eingin skal bíða óneyðuga leingi eftir kanningum ella viðgerð. Bíðilistarnir skulu greinast regluliga, so vit skjótt síggja, hví teir leingjast – og hvussu vit stytta teir aftur.

Serlæknar eru settir, játtanin til konsulentar er økt, og virksemið er betur samskipað millum sjúkrahúsini. Bíðitíðin til MR-skannaran er seinastu tvey árini stytt úr seks vikum niður í tvær, og seinni í ár keypa vit enn ein CT-skannara.

Nýggja krabbameinsætlanin verður nú sett í verk, so at øll fáa lógartryggjaða viðgerðartrygd.

Ein nýggj neyðtøkumóttøka á Landssjúkrahúsinum tryggjar ofrunum skjóta hjálp; og nú skipa vit eisini eina sálarliga bráðmóttøku.

Á nýggjárinum byrjar Fólkaheilsustýrið, sum skal tryggja yvirskipaðu heilsufakligu stýringina.

Og komandi ár taka vit H-bygningin á Landssjúkrahúsinum í nýtslu. Tøkniliga verður hetta eitt skarvslop, og umstøðurnar hjá sjúklingum og starvsfólki verða munandi bøttar. Likamlig og sálarlig viðgerð fara tá at hava somu inngongd.

Eisini byrjar samstarvið ímillum Novo Nordisk grunnin og Heilsumálaráðið, sum skal betra diabetesviðgerðina og granskingina á økinum.

Endurvenjingar til teirra, sum hava mist førleikar av sjúku ella skaða, verða eisini raðfestar. Bara í ár verða seks nýggj størv sett til endurvenjing.

Og í næstum verður lógaruppskot lagt fram um at yvirtaka farsóttarøkið.

***

Harra formaður!

Fyri at tryggja trivnað, fjølbroytni og vøkstur í øllum landinum mugu vit støðugt útbyggja infrakervið.

Vit seta sjøtul á arbeiðið at gera tunnil til Suðuroyar og stovna partafelagið Suðuroyartunnil. Frá 2025 seta vit 100 mió. kr. av um árið til verkætlanina.

Eisini fyrireika vit ein vestmannatunnil, og arbeiðið við tunli millum Øravík og Fámjin er byrjað.

Arbeiðini við tunlunum til Sandoynna, Dals og Norður um Fjall ganga eftir ætlan.

Eysturoyartunnilin hevur kollvelt samferðsluna, og prísurin er nú tillagaður, so at tey, sum koyra ofta, fáa størri nyttu av tunlinum.

Strandfaraskip Landsins knýta landið saman og hava alstóran týdning fyri samferðsluna. Men Strandferðslan má umskipast, so hon fær tryggar og varandi karmar og ferjuflotin kann endurnýggjast.

Seinnu árini hevur suðuroyarleiðin verið undir trýsti. Økta virksemið í oynni ávirkar farmaflutningin. Vit leiga tí ferjuna Herjolf III, ið fyrst og fremst skal sigla sum farmaskip. Soleiðis fáa bæði suðuroyingar og vinnan betri tænastu.

***

Harra formaður!

Sum eg nevndi í byrjanini, hómast nú hóttanir, sum kunnu ávirka okkara vøkstur. Vit noyðast at virka fyri at tryggja okkum, at ávirkanin verður so lítil sum gjørligt.

Kríggið í Ukraina ávirkar milliónir av fólki beinleiðis. Eitt nú Tatsianu og Vitalii Turbin – og børn teirra. Men tað ávirkar enn fleiri óbeinleiðis.

Í tí smáa eru stórt sæð allar vørur vorðnar dýrari – og í tí stóra er altjóða politiska støðan fullkomiliga kollvelt.

Tað krevur ein búnari og virknari verjupolitiskan leiklut, nú vit hava fingið størri ávirkan enn nakrantíð áður.

Lofteftirlitsradarin, sum landsstýrið og danska stjórnin gjørdu avtalu um í juni, tryggjar, at fremmand flogfør ikki kunnu flúgva ósædd í føroyskum loftrúmi. Hetta hevur týdning fyri NATO-verjuna og tryggleika føroyinga.

Samstarvið við donsku verjumyndugleikarnar er økt, og samskiftið við NATO, USA, Bretland, Noreg og Ísland um verjupolitisk viðurskifti er í menning.

Tað eru nýggjar tíðir í ríkisfelagsskapinum. Vit skulu framhaldandi modernisera felagsskapin – gagnnýta sínámillum møguleikar og beina burtur markaforðingar.

Nýggja samstarvsráðið, sum hittist her í juni, er eitt nýbrot. Nú eru vit við í tí, sum hevur týdning fyri trygd og verju í Norðuratlantshavi og í Arktis.

Tí mugu vit gera okkum greitt, hvat vit vilja trygdarpolitiskt. Uppskot til samtyktar um trygdarpolitisku mál Føroya verður lagt fyri Løgtingið í november.

Eisini verður ein ætlan um cybertrygd løgd fram við árslok.

***

Tí vit síggja nú av álvara, hvussu vit ávirkast hvør av øðrum. Tað, sum verður sátt aðrastaðni, grør brátt hjá okkum við. Tí arbeiða vit fyri samstarvi og avtalum við fleiri lond. Vit mugu støðugt fáa vinnulívinum nýggjar útflutningsmøguleikar.

Í apríl samdust Føroyar og Japan um ein formligan karm um samstarv. Vit vilja hava eina fríhandilsskipan. Sendistovan í Tel Aviv hevur virkað í hálvtannað ár, og útflutningurin til Ísraels er í stórari menning. Arbeitt verður nú við at lata upp sendistovu í Washington.

Seinastu tíðina hevur sera jaligt samskifti verið millum løgmann og ES-nevndarforkvinnuna. ES tykist nú veruliga sinnað at styrkja viðurskiftini við Føroyar, eisini á handilsøkinum.

Og fyri at skapa enn betri gróðrarlíkindi fyri útflutningi fara vit at stovna “Export Faroe Islands”, ið skal hava ábyrgd av at menna útflutning, eins og “Visit Faroe Islands” mennir ferðavinnuna.

***

Harra formaður! Góðu føroyingar.

Málið fyri hetta komandi árið verður at velta upp úr nýggjum og sáa nýtt. Men eisini at verja vøksturin og skapa lívd, har neyðugt er. Tryggja, at garðar okkara eru í seyðahøgum standi, nú hóttanir hómast.

Føroyska samfelagið stendur í fagrasta blóma, og vit hava hetta farna árið sett met á nógvum ymsum parametrum. Tað gongur ómetaliga væl.

Men eygleiða vit heimin, síggja vit, at tað spakuliga er farið at myrkna. Tað ber boð um, at summarið fer at halla. Men virka vit rætt nú, kunnu vit tryggja okkum, at nýggja árstíðin ikki tekur okkum á bóli.

Kring landið eru fólk nú í hoyna. Eisini tey fyrireika seg til dimmari tíðir. Einki hoyfólk stúrir tó fyri vetrinum, tí tey vita sum er: soleiðis er ringrásin, og bera tey seg skilagott at nú, strekkir summarvøksturin til – eisini tá ið ruskveðrið kemur.

Politiskt er støðan tann sama. Fyrireika vit okkum við skili, nýtist okkum ikki at stúra.

So eru vit framhaldandi trygg.

Eg skal enda við einum so hóskandi broti úr yrkingini MYND 1 úr savninum »Eg skrivi á vátt pappír« eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger.

»Enn eru dagarnir ljósir
langir

Ljósið fer at broytast komandi tíðina
við blíðari vissu
blíð
tí tað fer ikki at skaka nakran at tað hendir«

Góða ólavsøku, øll somul!

Gud signi Føroyar.

Bárður á Steig Nielsen,
løgmaður


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juli 2022