Leygardagur 13. august 2022 | Nr. 33 | Árgangur 3 | Kr. 0,00
SíÐa 2
SíÐa 17
SíÐa 7
SíÐa 24
SíÐa 44
SíÐa 27
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Kjakið um føroysku barsilsskipanina tykist vera farið eitt sindur av sporinum, nú fólk frá ymsum síðum eru farin at yvirbjóða hvønn annan um, hvussu stórt minsta útgjaldið úr barsilsgrunninum skal vera.
Seinasta ella longsta skotið í hesum kjakinum var forkvinnan í javnstøðunevndini, sum grundgevur fyri, at eitt hóskandi útgjaldsloft átti at verið 45.000 krónur um mánaðin.
Tað byrjaði annars við, at landsstýrismaðurin við ábyrgd av økinum luftaði ætlanina um at hækka minsta útgjaldið við tvey túsund krónum upp í 27.000 - góð 7 prosent.
Hóast tað kann grundgevast fyri, at tað ikki skal vera ein forðing at fara í barsil, at ein hevur góða løn, so tykist ein hækking úr 25.000 til 45.000 krónur at vera skotið nakað langt yvir mál.
Grundgevingin hjá javnstøðuforkvinnuni er, at tað eru ov fáir pápar, ið fara í barsilsfarloyvi – at tað sum oftast eru páparnir, ið fáa mest í løn, og tí velja farloyvið frá fyri at tryggja familjuni neyðuga inntøku.
Nú er tað einaferð soleiðis, at hóast allir lønmóttakarar eru tvungnir til at rinda inn í barsilsgrunnin, so tað er – enn – bert eitt tilboð at kunna fara í barsilsfarloyvi. Ongin kann tvingast til at vera heima hjá nýfødda barninum.
Men tað er gott at hava eina tilstuðling – insitament – at fáa fleiri pápar heim at vera saman við børnunum ta fyrstu tíðina hjá barninum, ið er so týdningarmikil fyri víðari trivnaðin hjá barninum.
Men máti skal vera við. Rokni við, at vit eru nakrir lønmóttakarar, ið ikki vinna nær námind 45.000 um mánaðin, ið gerast illa við av, at okkara barsilsinngjald verður brúkt til slíkt luksus.
Men eitt hámark má vera. Og vit kunnu eisini blíva samd um, at tað ikki líkist nøkrum, at hámarkið hevur verið tað sama í næstan tjúgu ár.
Tí eigur ein loysn at finnast, kanska hækka túsund ella tveytúsund krónur um árið inntil komið er upp á tað hóskandi støðið fyri hámarksútgjaldið, sum hareftir pr. automatikk verður hækkað á hvørjum ári samsvarandi miðalhækkingini á lønunum, prístalinum ella onkrum líknandi kvotienti.
Ikki er greitt hví eldur kom í virkisbygning við Ljósá týskvøldið. Ein maður var inni í bygninginum tá eldur kyknaði, men slapp út í øllum góðum
Orsøkin til, at eldur kom í virkisbygningin hjá Sandblásing hjá KJ við Ljósá, skal finnast.
Brandteknikarar fóru mikudagin í gongd, og avgerð skuldi takast um boð skulu sendast eftir fólki úr Danmark at kanna eldsbrunan.
Ein maður var inni í bygninginum tá eldurin kyknaði, men sum skilst kom tað óvart á mannin. Eingin fólkaskaði stóðst av eldinum, men helvtin av bygninginum er brunnin í grund.
Tað tók drúgva tíð at fáa tamarhald á eldinum. Fráboðanin um eldin kom týskvøldið klokkan 17:33, og fýra tímar seinni var tamarhald á, og beint fyri tíggju varð alt sløkt. Sløkkiliðini á Eiði og í Sundalagnum fingu hjálp úr Havn til at sløkkja eldin.
Landsvegurin framvið Ljósá varð stongdur í fleiri tímar týskvøldið, tí kemisk evni vóru í bygninginum og roykurin var vandamikil. Trý til fýra húski vóru eisini flutt burtur.
Í næstu viku koma serfrøðingar frá brandteknisku deild í Danmark at kanna eldin.
Enn kennir man ikki orsøkina til hví eldurin kyknaði, sigur løgreglan.
Herundir myndir, sum Sverri Egholm tók av brunastaðnum dagin eftir:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2022
Hann sovnaði tá Vesturbúgvin tíðliga um morgunin 14. apríl, rendi á Eysturbúgvan, sum sakk eftir stuttari løtu
Sjóvinnustýrið mælir ákæruvaldinum til at ákæra skiparan á Vesturbúgvanum. Tað varð upplýst til útvarpið í vikuni.
Sambært Sjóvinnustýrinum skal hann ákærast fyri millum annað vaktarhaldskunngerðina.
Partrolararnir vóru 120 fjórðingar úr Føroyum. Tíðliga um morgunin, 14. apríl, rendi Vesturbúgvin á Eysturbúgvan, sum sakk eftir stuttari løtu.
Í niðurstøðuni hjá donsku skaðanevndini sæst, at skiparin á Vesturbúgvanum er sovnaður tá skipið var á samanstoytskós.
Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur, at skiparin ikki hevði fingið nóg nógvan svøvn, eingin var á brúnni at halda vakt, og brúgvavaktlarmurin var sløktur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2022
Sjóvinnusstýrið hevur gjørt eina kanning av bátunum í alivinnuni. Orsøkin til átakið er hendingin, tá alibátur sakk út fyri Porkerisnes í fjør
Flotin av føroyskum alibátum hevur ávísar avbjóðingar við trygdini. Serliga er tað tættleiki á skrokkum, brandútgerð, spuli- og lendipumpur, sum ikki liva upp til krøvini.
Tað vísir ein kanning, sum Sjóvinnustýrið hevur gjørt av føroyska flotanum av alibátum, harav teir allarflestu eru tvíkiljur.
Upprunin til hetta átakið hjá Sjóvinnustýrinum er hendingin 8. apríl 2021, tá alibáturin Krosssteinur sakk, hálvan fjórðing úr Porkerisnesi. Tveir mans vóru við, og báðir vórðu tíbetur bjargaðir í annan bát.
Krossteinur liggur framvegis á havsins botni og tí kann orsøkin til at báturin sakk ikki staðfestast við vissu. Kanningarnar hjá Sjóvinnustýrinum vísa ikki á eina ávísa ella fleiri beinleiðis orsøkir til at Krossteinur sakk, men kanningin gevur ábendingar um, hvat kann vera hent, og Sjóvinnustýrið avgjørdi tí at seta eitt átak í verk fyri at finna útav hvussu støðan er umborð á føroysku alibátunum.
Tilvildarlig mynd (Mynd: Bakkafrost)
28 alibátar vóru við í kanningini í vár og í summar. Hetta svarar til 34 prosent av samlaða talinum av alibátum í Føroyum. Bátar á flestu aliøkjum hjá fyritøkunum Luna (Hiddenfjord), Mowi og Bakkafrost eru við í kanningini.
Kanningin vísir, at størstu avbjóðingar eru á økinum, skrokktættleiki, brand, spuli og lensipumpur. Sjóvinnustýrið hevur arbeitt við hesum avbjóðingunum, og fyri at vinnan skal fáa eina greiða ábending um hvørji krøvini eru, er ein sokallaða javnvirda (ekvivalenta) loysn fyri brand, spuli og lensipumpir gjørd, ið kann nýtast ístaðin fyri galdandi reglur á økinum. Ein ekvivalent loysn er ein loysn ið er minst líka trygg og góð sum galdandi reglukrøv.
Í samband við skrokktættleiki hevur Sjóvinnustýrið víst á hvussu rør- og kaðalgjøgnumføringar eiga at verða gjørdar sambært reglum á økinum, og at tað eru fleiri góðkendar loysnir á marknaðinum til endamálið.
Sambært kanningini eru alarmar á útstoytskipanirnar ikki nøktandi, og er tað oftast hitafølari í manglar á útstoytskipanini. Har tað er ein partur av ávaringarskipanini, eigur alarmur at vera settur í skjótast til ber.
Útbúgving av manning gongur rætta vegin, tó ikki heilt uppá pláss. Førleikarnir til at brúka eldávaringar og eldsløkkingskipanir kundu eisini veri betri.
Tað er at frøast um, at bjargingarútgerð, eldsløkki og ávaringarskipanir er í lagi í allar flestu bátunum.
Fyri at røkka málinum um at allir alibátar lúka krøvini fyri omanfyri nevndu øki, hevur Sjóvinnustýrið sett eina skiftistíð fyri eigarar og manning um at fáa viðurskiftini í rættlag sum skjótast, og í seinasta lagi við komandi høvuðssýn, stendur millum annað at lesa í frágreiðingini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2022
Persónar sum eiga fimm prosent ella meira í einum felagi síggjast nú á yvirliti hjá Skráseting Føroya
Frá 1. februar 2022 varð kravt, at øll kapitalfeløg skulu skráseta sínar eigarar, bæði løgligar og veruligar.
Løgligir eigarar eru løgfrøðiligir ella likamligir persónar, sum beinleiðis eiga 5 prosent ella meira av felagsins kapitalpørtum.
Veruligir eigarar eru tann ella teir likamligu persónar, sum í síðsta enda eiga ella havi ræði á einum felag við beinleiðis ella óbeinleiðis ognarrætti yvir einum nóg stórum parti av ognarpørtum ella atkvøðurættindum ella sum hava ræði ella ágóða á annan hátt.
Ein nóg stórur partur merkir í útgangsstøðinum, at ein persónur hevur ræði á meiri enn 25 prosent av ognarpørtunum ella atkvøðurættindunum í felagnum. Hetta markið er ein ábending um veruligan ognarrætt.
Skráseting Føroya hevur nú móttikið so mikið av eigaraupplýsingum, at skipanin kann gerast tøk á heimasíðuni.
Eigaraupplýsingarnir síggjast her
Øll kunnu nú rita inn við samleikanum, og leita uppá feløg og persónar.
- Men gjørt skal vera vart við, at allar móttiknar upplýsingar ikki eru skrásettar enn, og at enn mangla upplýsingar frá fleiri feløgum. Freistin at lata eigaraupplýsingar inn til Skráseting Føroya er 1. september 2022, sigur Skráseting Føroya.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2022
Spf. Elding hevði í fjør 4,2 milliónir í avlopi, og hetta er besta úrslit í søgu felagsins
Spf. Elding kundi aftur framleggja ein góðan roknskap fyri 2021, sum gav 4,2 milliónir krónur í avlopi eftir skatt, sum er eitt vet hægri enn í 2020. Talan er eisini um besta úrslit í søgu felagsins.
Elding var stovnað í 1995 av Mads Andreas Winther, og lat upp í kjallaranum í SMS. Síðani er virksemið hjá Elding alsamt vaksið, og er nú størsti elektronik- og hvítvøruhandil í Føroyum.
Elding er sjálvstøðugur partur av skandinavisku ketuni El-giganten, sum í Føroyum ber heitið Elding Elrisin við størsta handli av sínum slagið í Føroyum við Hoyvíksvegin í Havn, umframt at Elding handil eisini er í Klaksvík og nýggi vinnuhandilin Elding Business heldur til í Smiðjugerði í Havn. Harumframt hevur Elding eisini ein stóran web-handilin, sum ber navnið Elding online.
Roknskapurin hjá Spf. Elding vísur, at bruttovinningurin er øktur við 2,4 milliónum krónum til 21 milliónir krónur í 2021 samanborið við 2020, sum er ein vøkstur á 13 prosent. Samlaða sølan er ikki upplýst í roknskapinum, men við økta bruttovinninginum eru ábendingar um, at hetta helst stavar frá eini øktari sølu í 2021.
Starvsfólkaútreiðslurnar øktust somuleiðis við 1,7 milliónum til 14,6 milliónir krónur Vøksturin er 13 prosent. Umleið 45 starvsfólk eru í starvi hjá Elding.
Úrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt Ebidta, var 6,5 milliónir krónur í 2021, sammett við 5,7 milliónir í 2020. Vøksturin er 13,3 prosent.
Ársúrslitið eftir skatt í 2021 var 4,2 milliónir krónir, sammett við 4 milliónir í 2020. Vøksturin í úrslitinum var 5,8 prosent.
Elding hevur økt um fíggjarjavnan í 2021. Vøksturin er 5,7 milliónir krónur og fíggjarjavnin í 2021 var 50,1 milliónir krónur.
Á ognarsíðuni sæst serliga, at vørugoymslan er økt við 8,1 milliónum til 33 milliónir krónur.
Á skuldarsíðuni sæst, at Elding hevði onga langfreistað skuld í 2021, meðan stuttfreiðsta skuldin er økt úr 25,6 milliónum í 2020 til 29 milliónir krónur í 2021.
Eginognin hjá Elding var við árslok 2021 í alt 21,1 milliónir, sum gevur eitt trygdarevni á 42,2 prosent, sum má metast at vera rímuliga gott.
Gjaldførið hjá Elding í 2021, tá hugt verður eftir lyklatalinum gjaldørislutfall, var 165 prosent, sum eisini má metast at verða rímuliga gott.
Ognaravkastið, sum sigur hvussu lønsamur raksturin hevur verið í mun til fíggjarstøðuna, var 11,0 prosent í 2021 sammett við 11,3 prosent í 2020. Í mun til ta hørðu kappingina sum vanligt er í hesu vinnuni, má metast at lønsemið hjá Elding er rímiliga gott í 2021.
Eginpeningsavkastið er eisini gott. Samanlagt 27 prosent í 2021 í mun til 29 prosent í 2020.
Samanumtikið má metast at rakstrarúrslitið hjá Elding í 2021 var rímuliga gott og at felagið er væl fyri fíggjarliga og gjaldførisliga.
Á aðalfundinum hjá Elding var samtykt at útluta 2 milliónir krónur í vinningsbýti til eigararnar.
Eigari av Spf. Elding er Spf. Heimlon, sum feløgini Spf. H.W., Spf. L.W. og Spf. M.A.W. eiga. Hesi feløg eru ogn hjá ávikasvist Herman E. Winther, Levi E. Winther og Mads Andreas Winther. Talan er um tískil um eina familjufyritøku.
Stjóri í Elding er Mads Andreas Winther og nevndarformaður er Niels Winther Poulsen.
Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2022
Herjólfur siglir fýra ferðafólkatúrar millum klokkan 06 og 18, og síðani eru farmatúrar um kvøldið klokkan 22 og 02
Komandi leygardag, 20. august, byrjar Herjólfur III í sigling á Suðuroyarleiðini.
Smyril siglir seinasta túr fríggjadagin 19. august klokkan 18.30 av Havnini, og fyrsti túrur hjá Herjólfi verður av Krambatanga morgunin eftir klokkan seks.
Strandferðslan hevur nú kunngjørt ferðaætlanina hjá Herjólfi, meðan Smyril er í dokk.
Herjólfur siglir fýra túrar millum klokkan seks og 18 – tvær ferðir aftur og fram – sum eru ferðafólkatúrar, har privatakfør og smærri vørubilar hava framíhjárætt, og síðani eru farmatúrar klokkan 22 og tvey.
Átrokandi farmaflutningur og bráðfangisflutningur sleppa tó við á ferðafólkatúrarnar eftir nærri avtalu við farmastøðirnar á Krambatanga og í Havn, og ferðafólk sleppa eisini við á teimum báðum seinastu túrunum.
Ferðaætlanin, sum er galdandi frá 20. august til og við 2. oktober, sæst her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2022
Kommunurnar og Ráðið fyri Ferðslutrygd minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur
Tann 18. august byrja skúlarnir aftur. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 750 børn, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.
Vit skulu altíð geva bleytu ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin.
14 kommunur heingja plakatir upp
Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um átakið. Við skúlar verða skelti hongd upp, við áheitan um at vísa ansni. Hesaferð varð møguligt hjá kommununum at fáa egið búmerki á plakatirnar og hesum møguleika hava fleiri tikið av.
14 kommunur eru við í átakinum hesa ferð. Hesar eru: Eiðis, Fuglafjarðar, Hvalbiar, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kvívíkar, Runavíkar, Sjóvar, Sumbiar, Sunda, Sørvágs, Tórshavnar, Vága og Vestmanna kommuna.
Tilfar til foreldur
Men skelti gera tað ikki einsamøll. Tí leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum.
Tað er tíbetur sjáldan, at børn í føroysku ferðsluni fáa skaða, og hetta er millum annað tí, at foreldur duga væl at ansa eftir teimum, og hesum skulu vit halda fast í.
Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt.
Allir næmingar í 1. flokki fáa ein súkkluhjálm og faldara við góðum ráðum til trygga atferð í ferðsluni. Eisini eru góð ráð og venjingar at finna á www.rff.fo. Í heyst fáa tey yngstu eisini endurskinsvest. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2022
Anna Maria Reinert Jensen hevur drúgvar royndir innan skúlagátt, hon hevur síðan 1996 undirvíst sum lærari í tveimum stórum skúlum í Havn
Landsstýrismaðurin við undirvísingamálum, Jenis av Rana, hevur sett Onnu Mariu Reinert Jensen í starvið sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla frá 1. august í ár at rokna.
Anna Maria Reinert Jensen er 52 ára gomul og býr í Hoyvík. Hon tók læraraprógv í 1994 og eftirútbúgving í namsfrøðiligari leiðslu í 2020. Harumframt hevur hon í 2021 tikið skeið á masterstigi í yvirskipaðari namsfrøðiligari leiðslu.
Anna Maria Reinert Jensen hevur drúgvar royndir innan skúlagátt, hon hevur síðan 1996 undirvíst sum lærari í tveimum stórum skúlum í Havn, har hon hevur verið flokslærari øll árini, umframt at hon hevur verið toymisleiðari og leitt verkætlanir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2022
Grønlendski landsstýrismaðurin við útbúgvingarmálum, Peter P. Olsen, var fríggjadagin á vitjan á Miðnám á Kambsdali
Fríggjadagin, hin 5. august, vitjaði grønlendski landsstýrismaðurin við útbúgvingarmálum, Peter P. Olsen, við fylgi Miðnám á Kambsdali.
Farið varð í kantinu skúlans til ábit, sum kokkurin hegnisliga hevði fyrireikað til høvið, og so var rundvísing á skúlanum eins og greitt varð frá útbyggingini, sum liggur beint fyri framman.
Síðani varð farið í skúlahøllina, har landstýrismaðurin umframt kunning um Miðnám á Kambsdali, gymnasialu breytirnar og serbreyt skúlans, fekk frágreiðing um norðuratlantiska studentaflokkin, har bæði grønlendskir, føroyskir, danskir og íslendskir næmingar ganga í flokki saman í trý ár, á fýra skúlum í teimum fýra ymsu londunum. Hann fekk eisini høvi at hitta og samskifta við Angelu (FO), sum júst hevur lokið miðnámsprógv gjøgnum hesa skipan og við Bjartu (FO) og Karinu (GR), sum júst eru lidnar við fyrsta ár, og byrja á Miðnámi á Kambsdali nú 16. august.
At enda varð farið inn á FabLab, har Jóannes Djurhuus, leiðari, sýndi ymsu tólini og greiddi frá virksemi og møguleikum á hesi framleiðsluverkstovu. Vitjanin endaði við, at grønlendski landsstýrismaðurin fekk høvi at fyrireika og lasaraprenta eina sjálvvalda innskrift í hondgjørdu gávuna, eitt av sermerktu skeribrettunum, sum listahandverkarin, Joel Cole, ger.
Jóannes Næs Petersen tók myndirnar
Peter P. Olsen og Hanna Jensen, rektari
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2022
Skriðan sum leyp í Kalsoynni um aldarskiftið er hegnað inni
Um aldarskiftið leyp stór skriða uppi í dalinum í Syðradali í Kalsoynni, sum nú verður granskað og endurbøtt í samstarvi við jarðareigaran av Blankskálagarði, Bjørn Kalsø, Miðnám í Vestmanna og Landgræðsluna í Íslandi. Hóast 22 ár eru liðin, síðan skriðan leyp, sæst stóra sárið enn í lendinum.
Hetta skrivar Tjóðsavnið á heimasíðuni.
Skriðan, sum er um 100 metrar long, 30 metrar breið og 1,7 metrar djúp, er fyrsta verkætlan hjá Lendisbata, sum í samstarvi við jarðareigarar og –leigarar er í holt við at endurbøta náttúruøki av ymiskum slag kring Føroyar. Endamálið við fyrstu átøkunum er at menna endurbøtingarhættir, sum kunnu brúkast aftur í øðrum økjum, har tørvur eisini er á tí.
Norðurlendska Ráðharraráðið hevur játtað stuðul til gransking og endurbøting av skriðuni. Verkætlanin fevnir um 10 ár og fevnir um grundkanning, hegning og endurbøting av skriðuni.
Í summar eru plantusløg og vanligastu mosa- og soppasløgini skrásett sum partur av grundkanningini av økinum. Harafturat er økið hegnað av fyri seyð í summar, og komandi 2-3 árini fer Lendisbati saman við næmingum úr Miðnámi í Vestmanna at fylgja við og eyðmerkja gongdina í vøkstrinum.
Síðsta stigið fevnir um menning av endurbøtingarhættum og um sjálva endurbøtingina av skriðuni. Lendisbati fer at menna og royna ymsar endurbøtingarhættir í samstarvi Landgræðsluni, sum hevur servitan og drúgvar royndir innan endurbøting í Íslandi.
Síðst í august fær Lendisbati vitjan av serfrøðingum frá Landsgræðsluni. Endamálið við vitjanini er at vitja økini, ið eru partur av Lendisbata og viðgera møguligar endurbøtingarhættir til ymsu lendissløgini, sum Lendisbati arbeiðir við.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2022
Høj Flutningur hevur selt vøruflutningin og tveir stórar bilar
Flutningsfyritøkan Flyta í Klaksvík hevur keypt vøruflutningin frá felagnum Høj Flutningur á Strondum.
Í hesum sambandi hevur Flyta eisini keypt tveir av stóru lastbilunum hjá Høj, so fyritøkan framyvir kann bjóða fjølbrottari vøruflutning. Umframt bilar, eru eisini dugnalig starvsfólk, sum áður hava verið knýtt at Høj Flutningi, nú komin í arbeiða hjá Flyta, upplýsir Flyta í tíðindaskrivi.
- Vit eru glaðir fyri hetta keypið, sum gevur okkum nýggjar møguleikar, og gevur okkum møgleika at bjóða okkara kundum eina enn betri tænastu. At vit samstundis fáa dugnalig starvsfólk og vitan við, er eitt stórt pluss fyri okkum. Við tveimum bilum afturat, hava vit ymsikar støddir til ymisk endamál, og tað er avgjørt til gagn fyri kundar okkara, sigur Jógvan Skorheim, stjóri í Flyta.
Tað var í mars í fjør, at Flyta keypti tað, sum tá æt Klaksvíksleiðin, og síðani tá er fyritøkan alsamt vaksin.
Høj Flutningur heldur fram við lastbilaverkstaðinum á Strondum og hevur framhaldandi fleiri bilar til onnur endamál.
- Hetta var náttrúligt hjá okkum nú, hóast vit hava verið í júst hesari vinnuni í rættiliga nógv ár. Vit hava tó nógv annað virksemið eftir, eitt nú kranabilar, trailarar, lastbilaverkstað og Sandoyarleiðina, sigur Eliesar Fróði Høj, stjóri á Høj Flutningi.
Yvirtøkudagurin var mándagin 8. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2022
Í hesum døgum leggur AWI Boats í Runavík síðstu hond løgd á enn ein nýggjan AWI 33 til útróðrarmann í Uummannaq
At bátarnir frá AWI Boats í Runavík, eru væl egnaðir til fiskiskap í Grønlandi, og eru væl dámdir av grønlendingum, er einki nýtt.
Í hesum døgum verður síðsta hond løgd á enn ein nýggjan AWI 33 til útróðrarmann í Uummannaq. Hetta er fjórði AWI 33 til hansara, so sigast kann ikki annað enn at hann er væl nøgdur við bátarnar.
- Báturin er ein standard útgáva á 10,46 metrar langur og 3,60 metrar breiður. Motorurin er ein 268 hk Volvo. Harafturat hevur hann garna- og línuspæl frá Oilvind og alla nútímans navdiska útgerð. Hann hevur tríggjar koyggjur, vask og køksútgerð, so menn kunnu búgva umborð í nakrar dagar.
Tað sigur Jóhan Hendrik Olsen, stjóri á AWI Boats og Univice í Runavík.
Jóhan Hendrik Olsen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Hann er bygdur til at sigla í ísi og harafturat er stýrhúsið væl bjálva móti kulda. Tí eru okkara bátar serbygdir til fiskiskap í Grønlandi, sigur hann.
- Tað er hugaligt at grønlendingar ynskja okkara bátar, tí tað er langt síðani vit bygdu báti til útróður við Føroyar, sigur Jóhan Hendrik Olsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2022
Býráðið í Havn samtykti útstykkingina á Argjahamri. Útvið 200 bústaðareindir verða í útstykkingini, sum er hin størsta nakrantíð
Bert eitt mál var á skránni á eykabýráðsfundinum hjá Tórshavnar býráð týsdagin, tað var útstykkingin oman fyri Argjahamar. Málið snýr seg um at heimila umsitingini at gera sáttmála við MT Føroyar um íverkseting av útstykkingararbeiðnum og at játta pening til endamálið.
Málið var frammanundan samtykt í bæði byggi- og býarskipanarnevndini, teknisku nevnd og í fíggjarnevndini.
Útstykkingararbeiðið varð boðið út til tríggjar arbeiðstakarar. MT Højgaard Føroya hevði nógv lægsta tilboðið. Um tikið verður av hesum tilboðnum metir umsitingin hjá kommununi, at samlaða útstykkingararbeiðið kann gerast fyri góðar 62 milliónir krónur sambært samlaðu kostnaðarmetingini. Lendið kostaði um 13 milliónir krónur.
Planeraðu og byggikláru stykkini verða sett til sølu, so hvørt sum arbeiðið líður, og fíggjar henda sølan kostnaðin av útstykkingini.
Tekniski stjórin, býararkitekturin og býarverkfrøðingurin mæltu til at heimila umsitingini at gera sáttmála við MT Højgaard Føroyar um verkseting av útstykkingararbeiðinum við støði í tilboði teirra og at játta útlegg fyri arbeiðið fram til sølu av grundøkjum í 2024. Málið varð einmælt samtykt.
Í hesi størstu útstykkingini nakrantíð kunnu verða útivið 200 bústaðareindir.
Hvussu hetta verður gjørt er næsta stig í málinum. Nú verður farið undir byggibúningina, og síðan skal finnast útav, hvussu býtið skal verða millum størri og minni búeindir, raðhús, sethús, eldraíbúðir, lutaíbúðir o.s.fr. - alt eftir tørvi og eftirspurningi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2022
- Tórshavnar kommuna hevur víst stóra ábyrgd við hesi góðu hjálp til Almannaverkið, og sum kemur borgarunum í kommununi til góðar, sigur Edvard Heen
Almannaverkið og Tórshavnar kommuna hava gjørt avtalu um, at Almannaverkið leigar stóran part av skúlanum á Frúutrøð til at veita frítíðartilboð til børn við serligum tørvi.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at kommunan hevur fingið nógvar hjartanemandi fráboðanir frá foreldrum og avvarðandi um keðiligu støðuna, nú Almannaverkið ikki hevur kunnað veitt frítíðartilboð til børn við serligum tørvi í tann mun, ið tørvur hevur verið á.
- Vit frættu, at tað vóru eini 20 børn bara í Tórshavnar kommunu, sum ikki fingu frítíðartilboð. Kommunan setti seg so í samband við Almannaverkið fyri at fáa betri fatan av trupulleikanum, og vit hava síðan í góðum samskifti funnið eina góða loysn, sigur Heðin Mortensen.
Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, fegnast eisini um avtaluna.
- Tórshavnar kommuna hevur víst stóra ábyrgd við hesi góðu hjálp til Almannaverkið, og sum kemur borgarunum í kommununi til góðar, sigur stjórin.
Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, er glaður um, at felags loysn kundi fáast á málinum.
- Tað kennist gott at vita, at foreldur og børn nú kunnu kenna seg viss um, at Almannaverkið hevur góðar karmar til frítíðartilboðið næstu árini, sigur formaðurin í mentamálanevndini.
Leigumálið er umleið fimm ár. Kommunan hevur í eina tíð viðgjørt møguleikan at byggja íbúðir í økinum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at fyrst skal heildarætlan og býarskipan fyri Frúutrøð og Jónas Broncks gøtu gerast liðug, og hesar fyrireikingar halda fram. Leigumálið ávirkar heldur ikki tónleikavirksemið hjá GHM, sum er á loftinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2022
Svinnandi lítið av fólki til stóra høvuðsnavnið fríggjakvøldið, Steelheart
Hóast tað ikki vóru tey stóru nøvnini a plakatuni hjá Summarfestivalinum fyri fríggjadagin, vóru tað føroysku bólkarnir, sum megnaðu at fáa lív í Vágsbø.
Steelheart spældi klokkan hálvgun tíggju. Um tað var ov tíðliga, kunnu vit bara gita okkum til, men í øllum førum var svinnandi lítið av fólki, sum vóru møtt upp til tað, sum skuldi vera høvuðsnavn hetta kvøldið.
Norski plátuvendarin Alan Walker fylti Vágsbø hóskvøldið, men amerikanski rokkbólkurin Steelheart savnaði bara ein brøkpart av tí, sum var kvøldið fyri.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Tey fáu, sum vóru til konsertina hjá Steelheart tóktust at hugna sær, og serliga forsangarin skaraði framúr. Steelheart má sigast at vera púra ókendur bólkur í Føroyum, og tí vóru øgiliga fá, sum kendu løgini á konsertini, sum annars innihelt bæði trummu og gittarsolo - júst sum tað skal vera.
Men tað, sum amerikanski rokkbólkurin ikki megnaði - at savna fólk - megnaði Dynamitt hálvan tíma eftir midnátt. Tey sum hava verið til Dynamit-konsertir á Vágsbøi áður, mundu fáa kensluna av, at hava upplivað júst tað sama áður.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Á Vágsbøi, sum nú var at kalla fullur, settu Niklas Heri Jákupsson og Hans Jacob (Shaky) Nystrøm veruliga futt í, og spældu øll teirra kendu løg. Tað sonevnda Dynamit-kórið - áhoyrararnir - sungu við av øllum lívsins kreftum til allar teir kendu sangirnar sum “Frensurin hjá Óla”, “Pápi tín býr ei í Tórshavn” og ikki minst “Grøv nr. 13".
Við sær á pallinum høvdu Niclas Heri og Shaky eitt tyssi av framúr góðum tónleikarum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Fín konsert, men tað kendist, sum ein endurtøka av tí, sum hevur verið í nógv ár.
Swanga endaðu kvøldið við einum braki av einari konsert á Vágsbøi klokkan 3.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2022
Felagssangur við “Så længe jeg lever” rungaði um allan Vágsbø sunnunáttina. Tunna skráin var helst við til, at tað ikki vóru eins nógv fólk, sum tað vanliga eru á festivali í Klaksvík
Summar Festivalurin er av á hesum sinni, og á stóra palli, Vágsbøi, varð endað við einum braki frá danska sjónleikaranum Rasmus Bjerg, sum sang John Mogensen-sangir.
Skal ein yvirskrift setast á dagarnar var tað “nýggjar leiðir” hósdag, “alt við tað sama” fríggjadag og “danskur felagssangur” leygardag.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Hóskvøldið var tað norski plátuvendarin Alan Walker, sum gandaði Vágsbø til eina hoppandi áhoyrarfjøld við sínum heimshittum.
Undanfarin ár eru tað festivalarnir í høvuðsstaðarøkinum, sum hava havt DJ á plakatuni, men soleiðis sum stóra navnið varð móttikið hósdagin, er greitt, at tað ikki er seinastu ferð, at elektroniskur tónleikur upp á hendan mátan er á Summar Festivalinum.
Les eisini: Grímuklæddur norðamaður hevði eitt show av einari aðrari verð
Fult hús til Dynamit fríggjakvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Fríggjakvøldið var svinnandi lítið av fólki til konsert hjá einum av útlendsku høvuðsnøvnum, Steelheart, men fult hús til lokala Dynamit nakrar tímar seinni.
Klaksvíksbólkurin við Niclas Hera Jákupsson og "Shaky" á odda kann ikki sigast at hava flutt seg nakað sum helst seinastu nógvu árini, men dugir at fáa fólki við, og eydnast framúr væl við nettupp tí.
Aftur til leygardagin - ella leygarkvøldið, tí alt byrjar seint á Summar Festivalinum. Tað møta ikki nógv fólk upp til eina konsert, sum er klokkan hálvgun tíggju á kvøldi. Soleiðis er tað nú einaferð í Klaksvík.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Tað var sjón fyri søgn, tá donsku poppstjørnurnar frá 80’unum og 90’unum, Anne Dorthe Michelsen og Maria Bramsen framførdu hittini hjá Tøsedrengene og Ray Dee Ohh.
Tá konsertin byrjaði vóru ikki nógv fólk á Vágsbøi, men so líðandi byrjaði at fyllast. Ein frálík konsert við væl spælandi tónleikarum og góðari framførslu av teimum báðum poppstjørnunum, sum ikki eru heilt ungar longur.
Klokkan eitt var eitt av stóru nøvnunum hjá Summar Festivalinum í ár. Danski sjónleikarin og undirhaldarin Rasmus Bjerg, sum spældi tey kendu løgini hjá John Mogensen.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Staðfestast kann, at føroyingar eru garrvillir við John Mogensen, og tulkingin hjá Rasmusi Bjerg var sera góð. Endað var við stórari sangløtu tá “Så længe jeg lever” varð spældur, sum vóru vit øll til eina stóra veitslu.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Páll Finnur Páll setti punktum í tjaldinum og spældi øll síni hitt, eins og teir hava gjørt so ofta áður.
Hóskvøldið hevði hug at regna og móti endanum av stórslignu konsertini hjá Alan Walker regnaði illa. Tað regnaði alla náttina og út á morgunin, men so var turt. Fríggjadagin vóru fyrireikararnir - og festivalgestir - sera heppin við veðrinum. Leygardagin regnaði um dagin, men sum heild var gott veður.
Fríggjakvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)
Seinastu tvey árini hevur eingin festivalur verið, og hetta hevur helst viðvirkað til at ikki eins nógv fólk vóru á Summarfestivali, sum tað vanliga eru. Erik Biskopstø segði við FM1, at umleið 20 prosent færri fólk vóru á festivalinum í ár enn tað plagar.
Tunna skráin eigur eisini sín leiklut. Stóra navnið var uttan iva Alan Walker hóskvøldið, og á pappírinum tóktiskt tað sum at alt fýrverkið varð latið av. Hóast summi høvdu hug til at finnast at hesum, so má bara sigast at tað eydnaðist fyrireikarunum væl kortini. Tey, sum vóru á festivali fingu nógvar frálíkar framførslur hóast tað ikki vóru altjóða kend nøvn.
Næsta ár fara fyrireikararnir uttan iva at leggja seg í seðlarnar fyri at fáa fleiri altjóða nøvn á størsta og flottasta pall, vit hava í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2022
Tiltøk eru frá klokkan 11 leygarmorgun til klokkan 4 sunnumorgunin. El-verkið í Botni hevur eisini opið
Ljósfest verður í Vági í allan dag. Tiltøkini eru frá klokkan 11 leygarmorgunin heilt til klokkan 4 sunnumorgunin.
Tjaldið har matsøla o.a annað gott verður, er sett upp og í gjár varð stóri pallurin settur upp í miðbýnum við Torgið og skipasmiðjuna.
Vágs kirkja hevur opið og eisini el-verkið í Botni hevur opið.
Ókeypis konsert verður á pallinum við Evi Tausen, Tinganest, Høgna Lisberg, Herborg Torkilsdóttir, Steintór Rasmussen, Eyðun Nølsøe og Tróndur Enni, Inga og Danny og Hjarnar.
Heitið Ljósfest stavar heilt afturi frá 1921, tá vágbingar hátíðarhildu ljósfest fyri elverkinum í Botni og tað, at streymurin kom til Vágs.
Fyriskipararnir siga, at tað eru ikki bara vágbingar sum eru vælkomnir til Ljósfest, men øll.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2022
Søgnin um kongsdóttirna í Nólsoy livir so leingi, sum fólk fortelja hana. Hvørt mansbarn í Nólsoy kennir søgnina uttanat, men nú er hon sett á pall, sum sangleikur. Ovastevnuskráin í ár er rúgvismikil, men aftrat hesum verður gamla flakavirkið umskapað til sjónleikarhús
Leikurin tekur støði í søgnini um kongsdóttrina, sum kom úr Skotlandi til Føroyar og búsettist í Nólsoy. Hetta er ein sangleikur fyri stór og smá. Spælt verður á gamla flakavirkinum, sum í løtuni er umskapað til eitt serligt leikhús. Uppsetingin er eitt samstarv millum ovastevnunevndina, bygdafelagið og stigtakararnar.
Royndi leikritahøvundin Gunvor Reynberg, sum er hálvur føroyingur, fekk litið upp í hendir at skriva leikrit til ein sangleik, við útgangsstøði í kendu søguni um skotsku kongsdótrina í Nólsoy.
Nólsoyingar hava síðani gjørt restina. Gunnvør og Hilmar Joensen hava týtt handritið til føroyskt og kendi tónleikarin Kim Hansen hevur skrivað tónleikin. Súni Joensen hevur ljóssniðgivið og Nicolaj Falck hevur staðið fyri pallsniðgevingini. Gunnvør Joensen hevur leikstjórnað.
Umframt hetta búgva flestu leikarnir í Nólsoy ella hava tilknýti til bygdina. Beinta Ingeborg Greve hevur leiklutin sum kongsdóttir og Magnus Reinert Gásadal er rossadrongur, unnusti hennara.
Tó at Nólsoy er gomul sjónleikarabygd, eru nú nøkur ár síðani, at leikarar í bygdini hava verið á palli. Tí gleða fólk seg almikið til ovastevnu, at sleppa at síggja leikin.
Frumsýning var hósdagin. Tvær sýningar vera í dag, leygardag, kl. 12.30 og 16 og ein klokkan 18 í morgin
Myndirnar tók Rógvi Rasmussen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2022
Vegna stóra áhugan hevur leikbólkurin gjørt av at hava sýningar aftur í oktober
Hóskvøldið 4. august var síðsta sýning av leikinum "Lykkenborg" hjá leikbólkinum Det Ferösche Compagnie á hesum sinni, og ikki kann sigast annað, enn at leikurin um miðvingin Pól Jóhannus Poulsen, Lykken, hevur fingið sera góða móttøku.
Ikki færri enn 21 útseldar sýningar hava verið í Listastovuni í Miðvági og sostatt hava 1.050 persónar sæð leikin higartil. Báðir ummælararnir í sendingini í Nón í Kringvarpinum góvu leikinum seks av seks møguligum stjørnum, og harumframt hava aðrir ummælarar givið leikinum sera góð skotsmál.
M.a. skrivar Høgni Mohr soleiðis: "Í leikinum um Lykkenborg var [...] kínt fyri øllum lutum. Alt hekk yndisliga saman. Hvør einasti liður var á sama óvikiliga dygdarstigi. At nakar kann gera ein pall so stórslignan við einum einføldum aluminiumskarmi, útlendskum skervi frá Balslev og fýra Maglite-lummalyktum frá løgregluni, er einki minni enn eitt bragd".
Og í Dimmu skrivar Trygvi Danielsen: "Sjónleikurin um lívið hjá Pól Jóhannusi Poulsen, eyknevndur Lykken, er av sonnum ein hjartanemandi frásøgn við stórum andsøgnum, sum Det Ferösche Compagnie framførir við lættleika, hegni, stórari empati og tokka fyri gandinum í øðrvísihugsan."
Fleiri áskoðarar hava víst á, at tað er forkunnugt at uppliva leikin í Miðvági, har Lykken og Lykkenborg høvdu heimstað, tí tað setir leikin, søguna og upplivingina í ein veruleikakendan samanhang og øðrvísi frásjón. Ofta hava søgurnar og frásagnirnar um Lykken og Lykkenborg hildið áfram úti í túrinum uttan fyri Listastovuni eftir leikin. Miðvingar og fólk í Vágum hava tikið sera væl ímóti leikinum og Det Ferösche Compagnie eru sera takksom fyri góðu móttøkuna og stóru vælvildina úr Miðvági.
Vegna stóra áhugan hevur leikbólkurin gjørt av at hava sýningar aftur í oktober og longu nú eru tríggjar sýningar settar til sølu 4.-6. oktober.
Til ber at ogna sær atgongumerki á atgongumerki.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2022
Jana Jonhardsdóttir og Mia Smith sýna fram "Bittersweet" í Listastovuni í Miðvági
Í gjár var fernisering í Listastovuni í Miðvági av hugtakandi framsýningini ‘Bittersweet’, ið Jana Jonhardsdóttir og Mia Smith sýna fram.
23. juni bleiv felagið Listastovan sett á stovn og hetta er fyrsta tiltakið, ið nýggja nevndin stendur fyri. Nevndin vónar at framsýningin verður væl móttikin, av bæði lokalum í økinum, og avbygdarfólki. Serstaka framsýningin er gjørd júst til hetta høvi, og kann tí ikki upplivast aðrastaðni.
Hetta er ein framsýning full av kontrastum. Á yvirflatuni eru listaverkini hjá hesum báðum kvinnum so ymisk, sum nakað kann verða. Verkini hjá Janu, sum ofta eru stór og svørt-hvít, standa í øgiligum kontrasti til teir lítlu pastellittu figurarnar, ið mynda verkini hjá Miu. Men grevur ein eitt sindur djypri, byrjar ein kortini at síggja eitt samband knýtast millum hesar listakvinnur.
Báðar kvinnur, ið ávikavist eru 34 og 29 ár, eru uppvaksnar í Føroyum og starvast fakliga innan grafiskt design. Báðar hava tær ein sera naknan og erligan framferðarhátt, ið gevur teirra verkum eina ónoktiliga megi á hvør sín serstaka hátt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2022
Seinnapartin í morgin verður heimildarfilmurin “Da vi var på Grønland” frumsýndur í Norðurlandahúsinum
"Da vi var på Grønland" sigur søguna um Føroyingahavnina, eisini kallað Nordafar, í Vesturgrønlandi, um byggingina og lívið fram til hon var niðurløgd í 1989.
Tá hevði støðin verið áhaldandi virkin í 40 ár. Tað vóru norska AL Utrustning, føroyska Grønlandsfelagið og tað danska Ascrico sum róku Føroyingahavnina.
Tað verður fyrst og fremst hugt við norskum eygum, men tann føroyska søgan hevur eisini fingið gott pláss í filminum.
Filmurin hevur nógv ókend og serstøk filmsklipp.
Leikstjórin, Kirsti Dale úr Ålesund, hevur sjálv sum barn búð eitt stutt tíðarskeið í Føroyingahavnini saman við familjuni. Pápi hennara, Jon Dale, var 'velferdssjef' í 'Norske Velferdshuset' í 1950'unum og 60'unum.
Kirsti Dale verður við til frumsýningina.
Filmurin er á norskum (uttan undirtekstir). Ókeypis atgongd. Tilmelding á nlh.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2022
Jasmin sum í dag býr á Strondum fekk sum 10 til 11 ára gamal ein longsul at kunna boða evangeliið við teimum tónleikaligu gávum, hann hevði fingið í vøggugávu
Í 1997 rýmdi ein 7 ára gamal smádrongur saman við familju síni – mammu, pápa, trimum systkjum og ommuni úr krígsherjaða Jugoslavia. Hann hevði tá kroatiskan ríkisborgararætt, og hevði fyri tað mesta búð í serbiska partinum av landinum. Her var ótrygt at vera, og pápin velur saman við familju síni at flýggja.
Drongurin eitur Jasmin Jovanovic, og hann kemur saman við familju síni til Danmarkar, har tey royna at fáa friðskjól. Her koma tey í samband við samkomu, ið tekur sær nógv av teimum, og tað er eisini her, at Jasmin á fyrsta sinni sær eitt trummusett. Og Jasmin sigur, at hann fall so pladask fyri hesum ljóðføri og setti sær fyri, at hetta skuldi hann duga at spæla upp á.
Í 2000 koma tey so til Føroya og búsetast á Bakka á Glyvrum. Her eru eisini fólk, ið taka sær væl av nýggju gestunum av Balkan. Jasmin byrjar at savnast til møtir í Kelduni í Skálafirði, sum eisini verður heimasamkoma hansara, og her verður trummuspælið ment, til hann í dag er ein sera góður trummuleikari – ja, ivaleyst ein av teimum bestu her á landi.
Longu sum 10-11 ára gamal fekk Jasmin ein longsul um at kunna boða evangeliið við teimum tónleikaligu gávum, hann hevði fingið í vøggugávu, og hann hevði eina bøn og visión um, at hann ein dag kundi brúka hesar gávur og spæla fyri stórari fjøld av fólki í Europa.
So er tað, at TeenStreet kemur inn í bílætið, og nakrir føroyingar verða bidnir um at spæla til felagsangin, sum skal vera á leguni í 2020 í Týsklandi. Sum kunnugt verður hendan legan avlýst, orsakað av korona, men bólkurin ger í staðin upptøkur, ið vera sendar út um alt Europa. Hetta er júst tað, Jasmin hevur ynskt og biðið eftir. Og søgan endurtekur seg í 2021, har upptøkur við TeenStreet tónleikabólkinum eisini verða sendar á øllum lokalu legunum runt um í Europa.
Men í ár eydnaðist tað so veruliga, og nú hevur Jasmin saman við føroyska bólkinum fyrst verið í Hollandi og nú í Spania og spælt fyri stórari fjøld til legurnar har.
Jasmin sær hetta sum eitt bønarsvar, sum hann hevur bíðað eftir í góð 20 ár. Hann sigur, at hann sum ungur eisini kom fram á hetta ørindi í Jeremias, ið sigur: “Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.”
Hetta var søgan um lítla drongin, ið flýddi úr krígsherjaða heimlandi sínum, og sum í 20 ár hevur havt eina visión, sum í dag er uppfylt.
Jasmin býr nú á Strondum. Hann er giftur Jónvár, ið eisini er av Stondum, og tey eiga 2 børn.
Skrivað hevur Eyðun á Lakjuni
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2022
Simon Kvamm verður dómari saman við Thomas Blachman og Kwamie Liv
Simon Kvamm fer at sita við dómaraborðið saman við Thomas Blachman og Kwamie Liv í X Factor.
Hann fer at sita í stólinum, sum Martin Jensen seinastu tvey árini hevur sitið í. Hesum boðar TV2 frá í vikuni.
Simon Kvamm, Kwamie Liv og Thomas Blachman (Mynd: TV2)
Simon Kvamm kom veruliga fram sum tónleikari í 2004 við bólkinum Nephew, og hevur eisini gjørt undirhald við “Drengene fra Angora”.
Simon Kvamm hevur røtur úr Føroyum og seinastu árini vitjað nógv í Føroyum. Á konsertum hevur hann ofta sagt “Abbi mín var gøtumaður”. So seint sum í summar var hann á Voxbotn við bólkinum Hugorm.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Síðani X Factor byrjaði í Danmark hava nógvir føroyingar luttikið. Linda Andrews vann tónleikakappingina í 2009, og síðani hava fleiri føroyingar verið nær við. Í fjør vóru ikki færri enn tveir føroyskir luttakarar, og báðir vóru í finaluni. Kári Fossdalsá av Toftum fekk eitt annaðpláss og Tina Mellemgaard bleiv nummar trý.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2022
Hon var serliga kend fyri leiklutin í filminum “Grease” frá 1978
Bretska-australska sangarinnan og sjónleikarin, Olivia Newton-John, er deyð. Hon gjørdist 73 ára gomul.
Tað upplýsti maður hennara, John Easterling, mánadagin í einum uppslagi á hennara Facebooksíðu.
Hon andaðist friðarliga við hús, og kring seg hevði hon vinir og familju. Hetta hendi mánamorgunin lokalatíð har suðuri í Kalifornia.
Olivia Newton-John er serliga kend fyri sín leiklut í filminum “Grease” frá 1978, har hon spældi “Sandy” saman við John Travolta í leiklutinum sum “Danny”.
Hon er fødd í Cambridge í Bretlandi, men er vaksin upp í Australia. Seinni flutti hon til USA at búgva.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2022
Vinnan og andstøðan halda, at konservativi flokkurin heldur skuldi brúkt orkuna til at mótarbeiða búskaparliga hóttafallinum orsaka av vaksandi orkuprísunum í Bretlandi
Stríðið millum Liz Truss og Rishi Sunak herðist um hvør skal taka yvir leiðsluna fyri konservativa flokkin í Onglandi, og harvið gerast komandi stjórnarleiðari í Bretlandi.
Valstríðið er í hæddini, og heldur fram til byrjanina av september, tá avloysarin fyri Boris Johnson verður funnin.
Samstundis eru tað andstøðupolitikarar, sum fýlast á, at stríðið um formanssessin hjá teimum konservatiru skuggar yvir stóru kreppuna, ið veruliga hóttir Bretland, nevniliga búskaparligu afturgongdina orsaka av hækkandi orkuprísunum.
Væntandi vara bretsku orkuprísirnir at vaksa 70 prosent í oktober.
Endaspurturin
Komið er nú fram til endaspurtin í valstríðnum um at gerast oddafólk í konservativa flokkinum. Eftir fleiri atkvøðugreiðslur millum tjóðartingslimirnar í konservativa flokkinum, eru tað nú teir 160.000 meinigu limirnir, sum eiga avgerðina, sum stendur millum tey bæði, Liz Truss og Rishi Sunak.
Atkvøðast kann, umvegis bræv, fram til 2. september, og úrslitið verður kunngjørt 5. september.
Skattalækking ella olmussu
Eitt av høvuðsevnunum í valstríðnum er spurningurin um skattalækkingar.
Truss lovar, at hon fer at lækka skattin, um hon vinnur valið, meðan Sunak hevur verið meira varðligur, og hevur sagt, at hann vil bíða eftir hvat búskaparliga hóttafallið endar við áðrenn hann tekur støðu til skattalækkingar.
Í seinasta sjónvarpskjakinum ákærdi Truss Sunak fyri at hava ætlanir um at bjóða “olmussur” til tey, ið verða harðast rakt av høgu orkuprísunum heldur enn at minka um skattatrýstið.
- Eg kann ikki taka undir við, at pengarnir verða tiknir frá fólki fyri síðani at verða givin teimum aftur sum olmussa, segði Truss.
Sunak vardi sína linju við, at olmussur eru betri enn at fremja stórar skattalættar fyri tey mest vælbjargaðu.
- Um vit ikki gera hetta, so verða tað milliónir av fólkum, ið verða rakt, og vit (konservativi flokkurin, -red.) vera fyri stórum ósigri til komandi val, segði Sunak.
Búskaparkreppa fyri framman
Ein stór búskaparlig afturgongd stendur fyri framman í Bretlandi orsaka av høgu orkuprísunum, sum elva til stórar búskaparligar trupulleikar hjá milliónum av fólkum.
Sambært Bank of England stendur landið framman fyri størstu afturgongdini í livistøðinum síðan byrjanina av 1960-unum.
Andstøðupolitikarar og umboð fyri ídnaðin hava víst á, at tað hevði gagna landinum betur, um orkan varð brúkt upp á kreppuna heldur enn at stríðast um formanspostin.
Gordon Brown, fyrrverandi Labour-leiðari og forsætisráðharri frá 2007 til 2010, ávarar um, at landið kann vænta eina “tíðarstillaða bumbu”, um ein ætlan ikki verður løgd í skundi.
Bæði hann og umboð fyri ídnaðin hava heitt á tey bæði og Boris Johnson um at leggja eina virkisætlan, men tað hava bæði Truss og Sunak víst aftur.
Truss førir í veljarakanningum
Sambært veljarakanningunum hevur Liz Truss størri møguleika enn Sunak fyri at vinna formansvalið og gerast landsins komandi forsætisráðfrúa.
Nýggjasta kanningin hjá Yougov, gjørd 29. juli til 2. august, vísir, at Truss fær undirtøku frá 69 prosentum av konsatervativu limunum, meðan Sunak fær 31 prosent. Knapt túsund flokslimir vóru við í teirri kanningini.
Kanningin vísir eisini, at flestu av teimum, sum heldur vilja hava Truss enn Sunak, helst sóu, at Boris Johnson helt fram sum forsætisráðharri.
(Mynd: EPA)
Rishi Sunak
42 ára gamli Rishi Sunak verður at mongum sæddur sum ein nátúrligur eftirmaður hjá Boris Johnson. Hannn verður lýstur sum ein meira slípaður og karismatiskur leiðari enn Truss.
Hann gjørdist kendur, tá hann í 2020 varð valdur til fíggjarmálaráðharra í stjórnini hjá Boris Johnson, eitt starv, sum eitt nú hevði við sær, at hann skuldi býta út milliardir av pundum í stuðli til fyritøkur og lønmóttakarar orsaka av koronakreppuni.
Tað talar ímóti Sunak, at hann eisini – eins og Johnson – hevur verið við til stjórnarveitslur undir koronastongslinum, og tað hevur havt ávirkan á undirtøkuna.
(Mynd: EPA)
Lis Truss
46 ára gamla Liz Truss gjørdist uttanríkisráðfrúa í september eftir at hava verið handilsmálaráfrúa.
Hon er eisini samráðingarleiðari hjá Bretlandi við ES um spurningar viðvíkjandi brexit. Mótsatt Sunak, var Truss ímóti at fara burtur úr ES tá fólkaatkvøða var í 2016. Nú hevur hon skift síðu, og tekur undir við brexit.
Truss hevur, eins og Sunak, víst á, at hon hevur fyrrverandi forsætisráðfrúuna, Margareth Tatcher, sum sína fyrimynd. Hetta sæst eisini á myndum, sum hon hevur lagt út á sosialar miðlar.
Truss fekk eyknevnið “hondgranatin”, tí hon hevur orð fyri at úttala seg og uppføra seg óumhugsað til tíðir. Hon er eisini kend í flokkinum fyri sítt bersøgni.
Keldur: The Guardian, BBC, Reuters, Independent, Daily Express umvegis yle.fi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2022
Koppsetingartilboðið verður nú víðkað til eisini at verða boðið monnum, ið hava kynsligt samband við aðrar menn
Danmark tørvar 10.000 vaksinuskamtar móti apupokum afturat, metir Statens Serum Instut, SSI.
- SSI hevur í løguni 2.700 skamtar á goymslu. Vit arbeiða við at fáa 10.000 afturat innan fyri komandi vikurnar, sigur Statens Serum Institut í einum skrivligum svari upp á fyrispurning frá Ritzau.
Danska heilsustýrið víðkaði í gjár málbólkin, so tað ikki bert eru nærsambond til smittað, sum nú fáa koppseting í boði.
Vaksinan verður eisini bjóðað monnum, sum hava kynsligt samband við menn, og hava skiftandi partnarar.
Í Danmark eru skrásettir 129 tilburðir av apupokum síðan 23. mai hjá monnum, sum hava havt kynsligt samband við menn.
Heilsustýrið hevur tí gjørt av, at víðka málbólkin fyri at forða fyri útbreiðsluni.
Koppseting móti apupokum verður framd tvær ferðir við minst 28 døgum ímillum.
Danska heilsustýrið arbeiðir í løtuni við, hvussu koppsetingin skal leggjast til rættis. Væntandi verður farið í gongd hesa vikuna.
Danski Aids-grunnurin er í tøttum samskifti við heilsustýrið um, hvussu grunnurin kann vera við til at leggja koppsetingarætlanina til rættis.
- Vit kunnu gera okkara íkast við at lata upp okkara viðgerðarstovur, sum vit hava kring landið. Vit hava læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru til reiðar at hjálpa og koppseta, sigur Lars Østergreen, stjóri í Aids-Fondet.
Stórur partur av víðkaða málbólkinum er kendur av heilsuskipanini frammanundan, tí hesir menn eru við í fyribyrgjandi viðgerðini móti hiv.
Apupokur smitta við tøttum kropsligum sambandi. Vandin fyri smittu er ikki knýttur at kyni ella kynslívi, men er tó nógv útbreiddur kring allan heim millum menn, ið hava kynsligt samband við menn, skrivar Ritzau.
Enn er onki frætt um, at apupokur eru staðfestar í Føroyum. Í gjár frættust tíðindi um, at tveir tilburðir av smittuni vórðu staðfestir millum starvsfólk hjá Thule Air Base í Norðurgrønlandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2022
Amerikanska løgmálaráðið kannar Trump Organization – fyrrverandi forsetin varð kallaður til avhoyring í vikuni
Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, møtti hósdagin til avhoyring í amerikanska løgmálaráðnum á Manhattan.
Her skuldi hann avhoyrast í einum máli, ið snýr seg um Trump Organization, fyritøkuna hjá Donald Trump, og mátin sum felagið drívur sítt virksemi.
Men tað var ikki nógv, sum løgmálaráðið fekk at vita frá fyrrverandi forsetanum.
- Eg sýtti fyri at svara spurningum. Eins og ein og hvør borgari hevur rætt til sambært amerikansku grundlógina, upplýsti Trump í eini fráboðan, sambært Reuters.
Letitia James, demokratur og statsadvokatur í New York, er í holt við at kanna, um Trump Organization hevur blást virðini á sínum ognum upp.
Bæði Trump, og tvey av børnum hansara, Donald Trump Jr. og Ivanka Trump, hava roynt at sleppa undan at vitna í málinum.
Avhoyringin í vikuni hevði onki við rannsóknina av ognini hjá Trump í Florida, sum fór fram týsdagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2022
Granskarar meta, at sleppast kann undan at brenna kolvetni innan 2050
Heimsins orkuskipanir kunnu gerast 100 prosent varandi við at brúka sól- og vindorku, orkugoymslu, samskipan og beinleiðis elektrifisering av samfelagstænastum. Tað eru granskarar samdir um.
Granskarar í 15 altjóða lærdum háskúlum staðfesta nú í eini nýggjari frágreiðing, at orkuframleiðslan í framtíðini ikki er bundin av lívrunnum brenni.
Tey hava samanfatað fleiri hundrað granskingarverkætlanir, sum prógva, at ein orkuskipan, sum er 100 prosent varandi kann náast áðrenn 2050.
Tað verður granskað nógv í varandi orkuloysnum í hesum tíðum, og Christian Breyer, professari á LUT-universitetinum í Finnlandi, sigur við finska kringvarpið YLE, at orkuloysnir, sum bæði eru bíligari enn nú, og sum lúka krøvini um haldbærið hjá náttúruni eru í eygsjón.
Loysnirnar fyri at sleppa undan at brenna kolvetni er sól- og vindorka, orkugoymsluskipanir, sokallaðar sektorintegrasjónir og at orkukrevjandi framleiðslur og ídnaður annars leggja um til ravmagnsloysnir. Hartil skulu finnast skipanir til at taka koltvísúrni úr atmosferuni.
- Granskingin vísir, at vit longu nú hava tøknina, sum krevst fyri at skapa eina heimsumfatandi orkuskipan, sum bara byggir á varandi orkukeldur. Tað er møguligt, bæði búskaparliga og tekniskt, sigur Sven Teske, professari á tekniska universitetinum UTS í Sidney í tíðindaskrivi.
Yvir 20 rithøvundar frá 15 ymsum granskingarstovnum úr níggju ymsum londum hava verið við til at lýsa framtíðarmyndina einans við varandi orku.
Granskararnir hava hugt eftir teimum økjum, sum hava talað ímóti at tað ber til at byggja 100 prosent upp á varandi orku, og eru komin fram til, at tað í dag finnast loysnir, og at tað ikki longur eru áskoðanir, sum tala ímóti einum orkuskifti.
Men fyritøkur, samskipanir og stjórnir mugu samstarva fyri at skapa grundarlag fyri hesi framtíð, vísa granskararnir á. Enn eru skipanir og modell, sum skulu tillagast lokalsamfeløgum og mentanum og siðvenjum áðrenn komið er á mál.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2022
Juli mánaður var framúrskarandi, tá ið hugsað verður um orkuframleiðslu úr varandi orkukeldum, sigur SEV
Juli mánaður var framúrskarandi, tá ið hugsað verður um orkuframleiðslu úr varandi orkukeldum. Framleiðslan úr vatni og vindi var nevnliga tríggjar ferðir størri enn vanligt fyri juli mánað, skrivar SEV á heimasíðuna.
– Hjá SEV eru vit, eins og flest onnur, fegin um eitt gott summar við stillum veðri og nógvari sól, men sovorðið veður hevur við sær, at SEV má nýta sera nógva olju til at framleiða orku. Soleiðis var í juli í fjør, tá ið 90 prosent av orkuni stavaði frá Sundsverkinum og Vágsverkinum, sum eru oljurikin orkuverk.
– Sundsverkið nýtti í juli í fjør 5.700 tons av tungolju, sum er 183 tons um dagin í miðal.
– Juli mánaður í ár hevur verið øðrvísi, tí vit hava ikki havt nakað serligt summarveður. Hetta hevur havt við sær, at í mun til varandi orku, hevur farni mánaðurin sett met.
Sambært SEV var samlaða framleiðslan úr vatni og vindi í juli í ár 15,5 GWt, ið er uml. tríggjar ferðir meira varandi orka enn miðalframleiðslan úr vindi og vatni seinastu átta árini.
Framleiðslan úr vatni setti stórt met við níggju GWt, og seinastu 20 árini hevur miðalframleiðslan úr vatni verið góðar tríggjar GWt.
Í juli í fjør var framleiðslan úr vatni einans 0,8 GWt, og er sostatt runnið 11 ferðir meira vatn ígjøgnum turbinurnar í juli í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Framleiðslan úr vindi setti eisini met fyri juli, tí samlaða framleiðslan var 6,5 GWt.
Miðalframleiðslan úr vindi fyri juli hevur liðið á 2,4 GWt seinastu átta árini, og verður sæð burtur frá úrtøkuni í Porkeri og Gellingarkletti á íalt tveir GWt, varð úrtøkan frá “gomlu” vindmyllulundunum 4,5 GWt í juli, sum er met fyri hesar vindmyllulundirnar.
Sambært SEV var besta árið frammanundan 2018 við 4,2 GWt.
Samlaða framleiðslan fyrstu sjey mánaðirnar av hesum árinum var 244,4 GWt, sum er tað mesta nakrantíð pr. 31. juli, og svarar til ein vøkstur á 3,4 prosent í mun til undanfarna ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2022
Orsøkin kann vera, at felagið vil geva øðrum møguleika at vera við til at útbyggja risastóru oljukelduna
Tað var í fjør, at Shell tók allan orkuheimin á bóli, tá tað avgjørdi at taka seg úr framtíðar útbyggingini av olju- og gasskelduni Cambo eystan fyri føroyska markið.
Felagið, sum eigur 30 prosent av kelduni, boðaði frá, at tað metti ikki íløguna í eina stóra útbygging at byggja á nóg trygt grundarlag. Eisini varð ein orsøkin, at felagið metti, at seinkingar eitt nú vegna mótstøðu frá umhvørvisfeløgum fóru at dýrka útbyggingina.
At Shell vilja selja seg út úr Cambo sigur tó einki um, hvørjar framtíðar ætlanir felagið annars hevur á Atlantsmótinum. Shell eigur fleiri loyvi, sum liggur upp at føroyska markinum. Annars var Shell eitt av feløgunum, sum í síni tíð var við í oljuleitingini við Føroyar
Seinni boðaði felagið kortini frá, at tað enn umhugsaði støðuna, nú myndugleikarnir í Bretlandi høvdu longt loyvið, sum fyristøðufelagið Ithaca Energy, stendur fyri. Tað eigur 70 prosent av kelduni.
Hósdagin boðaði Shell frá, at tað hevur sett sín ognarlut í Cambo til sølu. Eygleiðarar meta, at ein orsøkin til hesa avgerð kann vera, at tað eru onnur feløg, sum vilja keypa og vera partur av útbyggingini.
Tað er íløgubankin Jefferies, sum stendur fyri søluni, veit Reuters at siga frá.
Cambo goymir hundraðtals milliónir tunnur av olju og gassi og liggur bert fáar kilometrar eystan fyri føroyska markið. Hon verður hildin at vera ein hin størsta keldan á bretska landgrunninum, sum enn ikki er útbygd til framleiðslu.
Olju- og gassfund liggja sum ein onnur perlurekkja fram við føroyska markið. Útbyggingar av hesum kunnu gerast veruleiki longu í næsta ár og síggja føroyskir myndugleikar slíkar sum ein góðan møguleika at fáa orkufeløg at varpa nýtt ljós á aftur føroyska økið í grannalagnum
Støða til útbygging takast í 2023
Tað er ikki so langt siðani, at Ithaca lat inn til myndugleikarnar umhvørvisfrágreiðing til góðkenningar. Slík frágreiðing verður mett at vera seinasta stigið, áðrenn avgerð verður tikin um at byrja eina útbygging. Roknað hevur verið við, at Ithaca fer at taka endaliga avgerð um útbygging í februar næsta ár.
Cambo kom á alskyns miðlabreddar í fjør, tá umhvørvisráðstevna varð hildin í Glasgow. Tá tóku umhvørvisfelagsskapir stig til at fara undir ein herferð móti útbyggingini, tí teir metti ikki ein slík stór oljuútbygging varð í tráð við umhvørvismálini hjá ST. Tað hevur verið hildið, at júst tað var uttan iva ein orsøkin til, at Shell tók seg aftur og fór heldur at brúka orkuna og pengarnar aðrastaðni í heiminum.
Síðani hevur bretska stjórnin gjørt greitt, at hon fegin sær, at slíkar útbyggingar sum Cambo verða gjørdar, tí tær eru við til at tryggja landinum orkutrygd, ikki minst í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina.
Í farna mánaði segði stjórin í Shell, Ben van Beurden við miðlar, at Shell vildi heldur brúka íløgurnar aðrastaðni, og sum hann málbar seg viðvíkjandi Cambo “the economics of Cambo are simply not supportive enough".
Kortini skrivar Reuters frá sínum keldum, at ein nýggjur eigari í Cambo fer uttan iva at stuðla eini útbygging.
Ithaca, sum keypti Cambo frá Siccar Point Energy fyrr í ár fyri 1,1 milliardir dollarar, hevur sagt, at útbyggingin byggir á haldgott búskaparligt grundarlag.
Nevndarformaðurin Gilad Myerson sigur við Reuters, at keldan kann framleiða 170 milliónir tunnur av olju í tess 25 ára livitíð.
Cambo liggur beint eystan fyri markið og tað stóra Open Door økið, sum Føroyar bjóða olju- og gassfeløgum at leita í
Týdning fyri Føroyar
Tað er greitt, at mong í Føroyum fylgja við, hvat hendir hinumegin markið. Ikki minst landsstýrið, sum hevur boðað útlendskum orku- og íløgufeløgum frá, at tey eru vælkomin henda vegin at kanna, um olja og gass eru í føroysku undirgrundini.
Ein útbygging av Cambo kann fáa óbeinleiðis týdning fyri eina komandi leiting og ikki minst fyri framtíðar útbyggingar á føroyska landgrunninum. Tí við Cambo kemur eisini eitt nýtt undirstøðukervið (infrastrukturur) við framleiðsluskipi til olju og gassleiðingum, sum kunnu hava alstóran týdning fyri framtíðar virksemi føroysku megin markið eisini.
Hetta sama kann sigast um hina stóru olju- og gasskelduna við markið, Rosebank, sum eisini skjótt stendur til at verða útbygd. Tann avgerðin verður tikin tíðliga í 2023
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2022
Eftir hálvtannað ár eydnaðist tað sunnukvøldið at samtykkja nýggja veðurlags- og orkulóg eins og heilsulóg í amerikanka senatinum. Nú skal málið roynast í umboðsmannatinginum
Við 51 atkvøðum fyri og 50 ímóti eydnaðist tað loksins Joe Biden forseta at fáa sítt hjartabarn samtykt í Senatinum.
Talan er um ein ein tann størsta lógarpakkan í amerikanskari søgu, sum fevnir bæði um tiltøk á veðurlag- og orkuøkinum men ikki minst á heilsuøkinum. Men samtíðis eisini á skattaøkinum.
Tað stendur á jøvnum í Senatinum, og tí var atkvøðan hjá varaforsetanum avgerandi
Tað var atkvøðan hjá varaforsetanum, Kamila Harris, sum var avgerandi, tá atkvøtt varð um uppskotið, sum hevur verið endavent í Senatinum í umleið hálvtannað ár.
Hóast demokratarnir hava meiriluta í Senatinum, tá atkvøðan hjá varaforsetanum verður tald við, og tað verður hon tá tað stendur á jøvnum, so hava tveir av demokratisku senatorunum, Sinema og Manchin, verið ein forðan fyri at samtykkja umfevnandi lógarpakkan. Men til endans, eftir at hava gjørt nógvar broytingar til uppskotið, kundu eisini tey bæði taka undir við pakkanum, ið er ein stórur sigur fyri Joe Biden forseta, sum hevur tørv á undirtøku, nú veljarakanningarnar geva honum botnkarrakter.
Lógarpakkin er uppá 700 milliardir dollarar og fevnir um fleiri av lyftunum, sum Biden gav veljarunum undir valstríðnum, her ikki minst á veðurlagsøkinum.
Tað var tó ikki fyrr enn, at lógarpakkin varð munandi skerdur, at meiriluti fekst fyri honum. Manchin frá West Virgina vildi hava hann minkaðan.
Sambært uppskotinum skulu brúkast 370 milliardir dollarar til at minka um CO2 útlátið við 40 prosentum innan 2030 og skal tað vera lagaligari hjá amerikanarum at skifta til elriknan eins og bygningar skulu gerast meira orkuvinarligir. Eisini eru pengar settir av til at minka um CO2 útlátið frá kolaorkuverkum, nakað, sum Manchin, sum kemur frá einum kolanámsstati, eigur sín lut í. Hóast grøna orkuskiftið fær hægstu raðfesting, so fara tað framhaldandi at verða gjørdar íløgur í fossila orku, soleingi tørvur verður á henni.
Lógarpakkin tekur eisini sera víðgongd stig á heilsuøkinum. 64 mia. dollarar eru settir av til at hjálpa fólki, sum ikki hava eina heilsutrygging og til at minka um prísirnar á lívsneyðugum heilivági so sum insulin.
Útreiðslurnar skulu gjaldast gjøgnum hægri skatt fyri teir ríkastu amerikanarnar og størstu fyritøkurnar.
Lógarpakkin skal nú viðgerast í Umboðsmannatinginum fríggjadagin, og har verður mett, at hann verður samtyktur, nú demokratarnir hava meiriluta.
Republikanarar, sum atkvøddu ímóti lógarpakkanum, siga, at hann fer at økja um inflatiónini. Hinvegin halda demokratar, at hann kann fáa stóran týdning fyri miðvalini í november, tí fólk flest eru væl nøgd við nýggju lógina.
Keldur: CNN, Washington Post, e24, BBC
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2022
Nú amerikanska senatið hevur samtykt nýggja orku- og veðurlagslóg kann tað fáa stóran týdning fyri grøna orkuvinnuna í Danmark
Talan er um ta størstu upphæddina nakrantíð, ið verður gjørd í grøna orku í USA, sum í hesi vikuni skal endaliga góðkennast av umboðsmannatinginum.
Sambært Energy Watch er møguleiki fyri, at fleiri av milliardunum, sum skulu brúkast til at menna eitt nú vindorku, kunnu enda í Danmark, sum longu hevur ein týðandi marknað í USA.
Kristian Jensen, stjóri í Green Power Denmark, sær stórar møguleikar fyri danska orkuvinnu við nýggju veðurlagsætlanini, sum amerikanska stjórnin við Biden á odda hevur sett út í kortið.
Hóast endaligi lógarpakkin er nógv minni enn upprunaliga ætlað, so fer hann kortini at muna, tá USA nú av álvara leggur til brots við grøna orkuskiftinum.
- Hetta er eitt einastandandi høvi hjá teimum mongu donsku fyritøkunum, sum arbeiða við varandi orkuloysnum, og eg trúgvi, okkara royndir og framleiðslur kunnu koma at fylla væl í útbyggingini av grønari orku í USA sigur Kristian Jensen. Og her sipar hann fyrst og fremst til framleiðslu av vindmyllum, har Danmark í dag gongur á odda í heiminum.
- Vit eru fremst í heiminum at brúka vindmyllur til at framleiða reina og varandi orku. Tí fara vit at fáa ein part av køkuni, tá amerikanarar fara at gera íløgur í m.a. vindorku sigur hann.
Í lógarpakkanum, sum varð samtyktur við minst møguliga fleiritali í Senatinum, eru settar av 370 milliardir dollarar til at minka um CO2 útlátið við 40 prosentum í 2030.
Hóast Biden forseti upprunaliga hevði sett út í kortið eina størri upphædd til tess at røkka uppaftur størri niðurskurði í útlátinum, so meta eygleiðarar, at nýggja lógin kortini fer at fáa stóran týdning fyri veðurlagið.
USA er í dag tað landið í heiminum, sum stendur fyri størsta útlátinum, og tí áliggur eisini landinum at ganga á odda í arbeiðinum at minka um útlátið og harvið rudda slóð fyri at forða fyri herviligu veðurlagsbroytingunum.
Kring heimin taka bæði stjórnir, veðurlagsgranskarar og felagsskapir sera væl ímóti amerikonsku avgerðini, sum tey meta kann vera við til at seta ferð á grøna orkuskiftið í heiminum sum heild og harvið steðga ella avmarka veðurlagsbroytingarnar. Uttan USA er eitt nú Paris-avtalan frá 2015 um 1,5 stig hitavøkstur einki verd, tí ringt er at fáa onnur lond at gera íløgur í varandi orku, um ikki USA eisini er partur av hesum.
Í lógarpakkanum er tað serstakliga broytingin frá diesel- og bensinbilum til elriknar bilar og flutningsfør sum heild, ið verður raðfest og sum fer at vera við til at minka munandi um útlátið. Síðani koma vind- og sólorka, ið skulu gera stóran mun eisini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2022
KÍ brendi tvey – Balkani bara eitt og er víðari í Conference League
Evropeiska ævintýrið hjá KÍ er av.
Men tað skuldi brotssparkskapping til áðrenn tað var veruleiki.
Eftir ein málleysan umdyst varð farið undir brotssparkskapping, og her vísti málmaðurin hjá Ballkani, Damir Ljuljanovic seg sterkast. Hann bjargaði tveimum føroyskum brotssparkum.
Fyrst frá Anders Holvad og síðan frá Jóannes K. Danielsen. Teir skutu báðir í sama stað, til høgru fyri málverjan, sum bjargaði.
Eitt sindur av spenningi kom í aftur, tá ein Kosovo-leikari skjeyt uppum, men málverjin hjá KÍ var, tíverri, ongantíð nær við at bjarga nøkrum av hinum skotunum frá brotssparksteiginum.
Ballkani vann brotssparkskappingina 4-3, og er harvið víðari til play off í evropeisku kappingini.
Og harvið er evropeiska kappingin eisini liðug á hesum sinni hvat Føroyum viðvíkur.
Man klaksvíkingar hava kortini onki at skammast yvir. Teir spældu ein góðan dyst í dag, men vórðu ov stuttir.
Ógvusligur spenningur
Onki mál kom í fyrra hálvleiki av dystinum á Tórsvølli hóskvøldið. men tað var spenningur í luftini. Ógvusligur spenningur, sum stundum tyktist hatskur.
Fjølmentu KÍ-áskoðararnir gjørdu eisini sítt til. Tað varð buh’að og bríkslað, hvørja ferð dómarin dømir fríspark til teir appelsingulu úr Kosovo, og ikki minst tá teir royndu at dríggja tíðina í sambandi við deyðbóltar ella tveita seg á vøllin so at siga hvørja ferð ein KÍ-leikari nertir teir.
Tað var Ballkani, sum vildi trekkja tíðina, meðan KÍ vóru meira eldhugaðir í bóltjagstranini, tá teir bólttryggu Balkan-búgvarnir hava bóltin.
FC Ballkani hevði onga veruliga roynd móti málinum hjá KÍ fyrr enn í 31. minutti, men tann royndin kom eftir eina forering frá KÍ-málverjanum: Mathias Røsenørn kiksaði eitt útspark til ein Ballkani-leikara, sum hevði tómt mál, men onkursvegja eydnaðist tað Rosenørn at gera tað gott aftur og stórbjarga málroyndini.
Átta minuttir seinni hevði FC Ballkani bóltin í KÍ-netinum, og frøin var stór á teimum appelsingulu inntil tað gekk upp fyri teimum, at linjudómarin hevði veittrað fyri rangstøðu. Alt liðið fór stórleypandi yvir til linjudómaran at mótmæla, men dómararnir stóðu við sítt, og dømdu fríspark fyri offside í eini støðu, sum hendi einar tríggjar nertingar áðrenn bólturin varð settur í málið.
KÍ-hinvegin hevur eisini havt fleiri góðar støður at skora, tó uttan at tað eydnaðist. Beint áðrenn bólturin lá í KÍ málinum, høvdu teir bláu tveir stórar málmøguleikar hvør eftir annan, men Ballkani fekk blokerað.
KÍ vann, men ikki nokk
Úrslitið av dystinum var ein 2-1 sigur til KÍ, sum sostatt at vinna minst ein dyst móti trimum evropeiskum meistaraliðum. Allir sigrarnir komu á heimavølli. Fyrst 3-1 Bodø/Glimt úr Noregi, síðan 1-0 á Sutjeska Niksic úr Montenegro og nú 2-1 á Ballkani úr Kosovo.
KÍ kom á odda móti Ballkani í 55. minutti við einum góðum máli frá Mads Boe Mikkelsen, tá hann setti eitt flatt hornaspark frá Árna Frederiksberg í netið.
Ballkani javnaði í 82. minutti við einum góðum skoti uttanífrá, sum tann annars stinna KÍ verjan ikki megnaði at forða fyri.
Tá trúðu tey flestu, at liðið Kosovo hevði tryggjað sær víðari luttøku.
Men í næstseinasta minutti av vanligu leiktíðini skoraði Patrick da Silva sigursmálið, tá hann kom at standa fríur við vinstra málstópma.
Men eitt máls sigurin var ikki nóg mikið hjá KÍ at tryggja sær víðari luttøku í kappingini. Samanlagda úrslitið var javnleikur 4-4, og farast mátti til longda leiktíð, har onki mál kom.
Klaksvíkingar saknaðu VAR
Eftir dystin var stóra kjakevnið tó ein støða tíðliga í byrjanini av øðrum hálvleiki, tá Páll Klettskarð fekk ein møguleika, og buldraði bóltin upp undir tvørtræið. Klaksvíkingar vildu hava, at bólturin hevði verið innan fyri mállinjuna tá bólturin small í vøllin, men tað helt dómarin úr Georgia ikki.
Kring vøllin vóru allir klaksvíkingarnir, sum høvdu granskað sjónvarpsmyndirnar frá dystinum samdir um, at bólturin hevði verið innanfyri, og eftir dystin iðraði formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, seg eisini um, at VAR-tøkni ikki verður brúkt í hesum fyrstu umførunum av Conference League.
- Tað eru nógvir pengar upp á spæl í dystum sum hesum, og tí er tað stórt spell, at vit ikki kunnu fáa vissu við tekniskari hjálp um, hvørt bólturin var inni ella úti, eins og tað verður gjørt seinni í kappingini, segði hann í samrøðu við Portalin.
Sverri Egholm tók myndirnar:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2022
Viborg FF vann Conference League dystin 2-1, og komu víðari við 5-1 samanlagt
Tað verður danska superligafelagið Viborg FF, sum fær heiðurin av at spæla móti West Ham United í komandi play off-dystum um at sleppa við í bólkaspælið í Uefa Conference League.
Eftir ein frálíkan fyrra hálvleik við fleiri møguleikum til B36, var tað sum um, at teir góvu initiativið inn til danir í øðrum hálvleiki.
Viborg gjørdi eina útskifting við byrjan av øðrum hálvleiki, og fáar minuttir seinni, komu tveir spælarar afturat inn, og hetta vendi dystinum.
Danir gjørdist meira vandamiklir, og í 63. minutti stóð 1-0 til Viborg, tá Nils Mortimer slapp at renna fram við brotsteigamarkinum og fáa skot á bóltin, ið hegnisliga varð plaseraður út við handaru stong.
1-0, og B36 leikararnir sóu máttleysir út. Men so hendi knappliga nakað. Eftir eina danska útskifting í 79 minutti gjørdi B36 eitt skjótt álop, Martin Agnarsson trekti fram í vinstru síðu, og legði eitt innlegg, sum Michał Przybylski strekti seg eftir, og fekk sett vinstra fót á, og so var 1-1 og rómur á Tórsvølli.
Júst, sum vit hildu, at B36 hevði tryggjað sær eina stigið, so hendi tað keðiliga. Ein Viborg-spælari slapp aftur á baklinjuna vinstrumegin, legði ein bólt innfyri, sum innskifti Alassana Jatta hegnisliga stútaði í mál til 2-1.
Ikki tí – B36 var ongantíð nærhendis at spæla seg víðari í Conference League – men spell, at teir skuldu tapa dystin, tí tað var ein góður innsatsur frá teimum hvítu úr Havn.
Myndir: Sverri Egholm
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2022
B68 vann stórsigur móti Skála, og samstundis tapti NSÍ móti EB/Streymi. Tað er nú bara eitt stig millum toftamenn og runavíkingar
Trýst á NSÍ. Við 0-1 tapi móti EB/Streymi sunnudagin var greitt, at bara eitt stig er til niðurflytingarstrikuna.
Tí samstundis sum EB/Streymur fór avstað við øllum við Løkin, vann B68 botndystin á Toftum móti Skála vð stórsigri 7-2.
Skála sær við hesum út til at flyta niður, men enn eru ikki allar súður syftar.
Í Havn var AB á vitjan hjá HB. Teir reyðu og svørtu tykjast at vera komnir fyri seg, og vunnu trygt 3-0.
NSÍ - EB/Streymur 0-1 (0-0)
71’ Gutti Dahl-Olsen 0-1
B68 - Skála 7-2 (3-2)
8’ Aidan Liu 1-0
20’ Mohamed Samba 2-0
26’ Uros Stojanov 2-1
37’ Kristian Martin Jakobsen 2-2
40’ Hjalti Strømsten 3-2
73’ Mohamed Samba 4-2
76’ Sebastian Lau Nielsen 5-2
78’ Hugin Samuelsen 6-2
84’ Hugin Samuelsen 7-2
HB - AB 3-0 (1-0)
24’ Hørður Askham 1-0
48’ Áki Debes Samuelsen 2-0
62’ Stefan Radosavljevic 3-0
1. KÍ 46 stig (16 dystir)
2. Víkingur 40 stig (17 dystir)
3. HB 34 stig (17 dystir)
4. EB/Streymur 24 stig (17 dystir)
5. B36 22 stig (15 dystir)
6. 07 Vestur 18 stig (17 dystir)
7. AB 17 stig (17 dystir)
8. NSÍ 15 stig (17 dystir)
9. B68 14 stig (17 dystir)
10. Skála 8 stig (16 dystir)
Fríggjadagin 12. august:
B36 - Skála
Sunnudagin 14. august:
Kl. 15: AB - KÍ (KÍ roynir at fáa dystin útsettan til mánadagin)
Kl. 15: EB/Streymur - HB
Kl. 16: 07 Vestur - B68
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2022
Annan mánaðin á rað er Sølvi Vatnhamar úr Víkingi valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum
– At eg aftur nú standi við hesum heiðuri, hevði eg so bestemt ikki roknað við. Men tað hevur gingið hampuliga væl, og tá hugsað verður um, at tað eru rættuliga nógvir góðir spælarar í føroysku kappingini, so havi eg allarhelst gjørt okkurt rætt, sigur Sølvi Vatnhamar við heimasíðuna hjá FSF.
Sum nakað nýtt í hesum kappingarárinum, verður besti spælari hvønn mánað kosin. Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið atkvøða.
Fyrstur at fáa hendan heiðurin í føroyskum fótbólti var Stefan Radosavljevic úr HB, sum varð valdur til besta spælara í mars mánað, og í apríl fór Páll Andrasson Klettskarð úr KÍ avstað við heiðurinum.
Tá atkvøðast skuldi fyri besta spælara í mai mánað, gjørdi Sølvi Vatnhamar úr Víkingi slætt borð, og fekk 10 av 10 møguligum atkvøðum.
Vanliga verður ein spælari kosin hvønn mánað, men av tí at bara tvey umfør vóru spæld í juni, og tað sama gjørdi seg galdandi í juli mánað, varð avgjørt at atkvøða fyri juni og juli í einum.
Og nú, tá besti spælari í juni og juli mánað skuldi finnast, gjørdist tað aftur miðvallargeneralurin hjá Víkingi og toppskjúttin í fremstu deildini, Sølvi Vatnhamar, ið fekk flestar atkvøður. Nummar 2 og 3 í atkvøðugreiðsluni gjørdust Mads Boe Mikkelsen og Jóannes Bjartalíð úr KÍ.
At Sølvi Vatnhamar telist millum bestu spælarar í Føroyum í løtuni, kom eisini greitt til sjóndar leygardagin, tá Víkingur vann stórsigur móti 07 Vestur. Fyrst legði hann upp til fýra av málunum, áðrenn hann skoraði eitt sjálvur í 6-1 sigrinum á vágamonnum.
Fyri heiðurin at vera besti spælari í juni og juli, fekk Sølvi Vatnhamar handað eitt gávubræv upp á 1.500 krónur frá EFFO, og eina glasstandmynd, ið er latin av BETRI. Tað var pápi Sølva, Berg Vatnhamar, ið vegna FSF stóð fyri handanini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2022
Lene B. Terp hevur sent boð eftir 22 leikarum til HM undankappingardystirnar hjá kvinnulandsliðnum ímótí Ukraina og Skotlandi, sum verða á Tórsvølli fyrst í september
Fríggjadagin 2. september og týsdagin 6. september spælir A-landsliðið við kvinnum aftur HM undankappingardystir, tá ið Ukraina og Skotland koma á vitjan á Tórsvølli. Talan er um teir báðar seinastu dystirnar í hesari undankappingini.
Allar í hópinum hava verið úttiknar fyrr, men hjá serliga einum spælara er long tíð liðin síðan seinastu landsliðsúttøku. Framherjin Rebekka Fjallsá Benbakoura er nevniliga klár aftur eftir at hava verið úti við drúgvum skaða.
Hesar eru úttiknar til dystirnar:
Ásla Johannesen, AGF
Olga Kristina Hansen, B36
Valborg Østerø, B36
Rakul Maria Johannesen, B36
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Kára Djurhuus, EBS/Skála
Rúna Jacobsen, HB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Ása Stórá Carlsen, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Rebekka Benbakoura, HB
Birita Ryan, KÍ
Hervør H. Olsen, KÍ
Óluvá Allansdóttir Joensen, KÍ
Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Ansy Sevdal, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Maria á Lakjuni, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2022
Úrtøkan gjørdist til ein sigur og tvey tap fyri føroyska U17-landsliðið við dreingjum, sum hevur verið til NM kapping í Noregi
– Tað var fantastiskt at vinna móti Norðurírlandi, og eg haldi eisini, at sigurin var fult uppiborin. Vit vóru betri á nærum øllum plássum á vøllinum. Og sum heild eru vit hampuliga væl nøgdir við kappingina.
Soleiðis sigur Fróði Benjaminsen, ið vanliga er hjálparvenjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, men sum til NM kappingina í Noregi stóð á odda fyri liðnum, meðan Eyðun Klakstein var burturstaddur.
Føroyar løgdu fyri við teprum 1-0 tapi fyri Svøríki, og síðan vunnu okkara dreingir við einum máli móti ongum móti Norðurírlandi. Føroyska málið skoraði Thomas Bjørn Miezan, ið herfyri skifti frá HB til FC Keypmannahavn.
Í triðja dystinum í kappingini møttu okkara dreingir rættuliga sterkari mótstøðu, tá Ongland tók ímóti. Kortini megnaði føroyska liðið, sum hesaferð var nógv darvað av skaðum, at geva teimum ein skarpan gang, og um eitt sindur meir av hepni var við okkara dreingjum, so fingu teir eisini okkurt mál. Serliga ta einu ferðina var nær við, tá Thomas Bjørn Miezan rakti stongini. Men tá avtornaði fór Ongland tó við øllum, og vann 3-0
Næst á skránni hjá U17-dreingjunum er EM-undankapping í Portugal í november, har Føroyar eru í bólki saman við Portugal, Slovenia og Kasakstan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2022
Dysturin millum Champions League og Europa League vinnararnar varð spældur í Helsingfors
Vinnarin av Champions League, Real Madrid, hevði ikki stórar trupulleikar við at seta gongd á leikárið og vinna evropeiska Super Cup týskvøldið.
Spanska stórfelagið var nógv betri enn týska Eintracht Frankfurt, sum farna kappingarár vann Europa Lague. Dysturin endaði 2-0. Málini komu í hvør sínum hálvleiki.
Real Madrid hevði yvirvágina frá dystarbyrjan, men týskararnir fingu eisini nakrar málmøguleikar. Eysturríkarin, David Alaba, legði spanska liðið framum, tá umleið eitt korter var farið av dystinum.
Í øðrum hálvleiki var tað franski Karim Benzema, sum økti um leiðsluna, og harvið var dysturin avgjørdur.
Dysturin millum vinnararnar av Champions League og Europa League varð spældur á olympiska leikvøllinum í finska høvuðsstaðnum, Helsingfors.
David Alaba og Karim Benzeme skudu málini (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2022
Føroysku U18 vunnu mánadagin seinasta dystin í HM móti Slovenia og eru harvið nummar 19 av 32 liðum í kappingini
Føroysku U18-kvinnunar vunnu seinasta dystin í HM í Norðurmakedonia. Dysturin var móti Slovenia. Føroyar endaðu harvið nummar 19 av 32 liðum. Dysturin endaði 31-28, eftir 16-12 til okkara í hálvleikinum.
Slovenia byrjaði seinna hálvleik við at mansverja Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum hevði verið sera eyðsýnd í føroyska álopinum í fyrra hálvleiki. Hetta skapti nógv pláss til hinar leikararnar, sum komu til góðar møguleikar og eitt skifti vóru vit framman fyri við seks málum. Men eftir hetta vórðu nógvir málmøguleikar misnýttir, og við 45 minuttir høvdu slovenar javna til støðuna 22-22.
Eftir 50 minuttir var framleiðis javnleikur - 24-24 - men so fingu okkara fatur á dystinum aftur. Seinastu løtuna kom Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe innaftur, og hon avgjørdi dystin seinastu løtuna við trimum málum av vinstra bakki og Føroyar vunnu 31-28.
Eftir dystin var Maria Pálsdóttir Nólsoy vald til besta leikara í dystinum.
HM-endaspælið er nú av fyri føroysku U18-kvinnurnar. Føroyar endaðu nummar 19 av 32 liðum. Føroyska liðið vann fýra dystir og tapti tríggjar.
Danmark vann HM-kappingina framman fyri Suðurkorea og Ungarn.
Úrslitini hjá føroysku U18-gentunum í HM-kappingini:
Innleiðandi dystir:
Portugal - Føroyar 29-24
Føroyar - Danmark 20-31
Eysturríki - Føroyar 22-31
Miðumspælið:
Føroyar - India 27-22
Føroyar - Kasakstan 31-22
Plaseringsdystir 17.-20. pláss:
Føroyar - Spania 23-36
Slovenia - Føroyar 28-31
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2022
Føroyar taptu týdningarleysa dystin móti Slovenia við tíggju málum
Tað var ikki sama flog yvir føroysku U18-hondbóltsdreingjunum hósdagin, sum tað annars hevur verið so ofta fyrr í hesi EM-kappingini í Montenegro.
Føroyar spældu síðsta dystin í millumumfarinum móti Slovenia. Føroyar høvdu onki at spæla fyri, meðan Slovenia við sigri kundi tryggja sær annað plássið í bólkinum, og harvið við í kappingina um 9.-12. pláss.
Og Slovenia tók av. Smurdi føroyska liðið av 33-23 eftir 20-13 í hálvleikinum.
Fleiri av teimum, sum ikki hava fingið so nógvar minuttirs spælitíð, komu á vøllin í dag. Eitt nú sat stórspælarin, Óli Mittún, á beinkinum stórar partar av øðrum hálvleiki.
Kortini gjørdist Óli Mittún føroyskur toppskjútti við sjey málum, harav seks upp á brotskast. Hini føroysku málini skutu John Skaalum og Óla Jákup Olsen 3 mál, Tróndur Johnsson, Trúgvi Hávardsson og Marcus Bramsen 2 mál og Rói Hjaltason, Niklas Gaard, Høgni Heinason og Búi Poulsen 1 mál.
Eftir dystin varð John Skaalum kosin besti spælari á føroyska liðnum.
Sum sagt, so hevði føroyska liðið longu undan dystinum tryggjað sær fyrsta plássið í millumumfarinum og harvið eisini luttøku í HM í 2023 og EM í 2024. Nú ræður tað um “hálvfinalu” og “finalu” í kappingini um 9. til 12. pláss.
Í gjárkvøldið spældu føroysku dreingirnir móti heimaliðinum, Montenegro.
Vinna Føroyar móti Montenegro, skulu vit spæla “finaluna” um 9. plássið sunnudagin móti vinnaranum av dystinum millum Ísland og Slovenia. Tapa Føroyar móti Montenegro, skulu vit spæla um 11. plássið móti hinum taparanum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2022
Hugvekjandi spælari, heldur føroyski A-landsliðsvenjarin
50 mál upp á fýra dystir.
Tað vóru hagtølini hjá 17 ára gamla Óla Mittún á føroyska U18 landsliðnum, sum í hesum døgum spælir EM í Montenegro.
Evropeiska hondbóltssamgongan legði mikudagin hagtølini hjá unga hoyvíkinginum út, og sama kvøld hevði danska TV2 grein um úrmælingin.
Í greinini hjá TV2 verður prátað við føroyska A-landsliðsvenjaran, Peter Bredsdorff-Larsen, sum kallar hann serstakan. Góðu hagtølini koma ikki óvart á landsliðsvenjaran.
- Her hava vit ein heilt serligan úrmæling, sum eisini er eigur at vera í uppskoti at blíva virðismiklasti spælari í kappingini, sigur Peter Bredsdorff-Larsen við TV2 Sport.
- Hann er ikki spælarin við nógvari kropsligari styrki, men hann er spælarin við skjótleika. Tí er hann eisini til stóran íblástur fyri nógvar aðrar spælarar. Hann er ein nýmótans spælari, fintusterkur og klárar seg við ferðini.
Peter Bredsdorff-Larsen (Mynd: Sverri Egholm)
- Hann er hugvekjandi, sigur landsliðsvenjarin.
Okkurt bendir eisini á, at vit fara at síggja Óla Mittún á A-landsliðnum, tá teir næstu ferð skulu í eldin.
- Hann er so góður og ungur, at hann kann spæla á øllum landsliðnum. Men vit skulu sjálvandi minnast til at ansa eftir Óla Mittún, sigur Peter Bredsdorff-Larsen.
Óli Mittún er uppvaksin í H71, men skiftir nú til Sävehof í Svøríki, og verður liðfelagið hjá systkinabarninum Eliasi Ellefsen á Skipagøtu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2022
31 ára gamla Nina Abramovic hevur drúgvar royndir sum málverji á høgum stigi í heimlandinum, Montenegro
Stranda Ítróttafelag, StÍF, hevur gjørt sáttmála við málverjan Nina Abramovic.
31 ára gamla Nina, sum kemur úr Montenegro, verður nýggjur málverji hjá besta kvinnuliðnum hjá felagnum.
Hon hevur drúgvar royndir sum málverji á høgum stigi í heimlandinum, og hevur hon vunnið fleiri virðislønir sum besti málverji í ymiskum kappingum í Montenegro. Nina er eisini útbúgvin arkitektur, skrivar StÍF, sum fegnast um samstarvið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2022
A-landsliðið hjá monnum í flogbólti er skal spæla seinnapartin í dag
A-landsliðið hjá monnum í flogbólti skal í dag kl. 16, leika útidyst móti Estlandi.
Fyrsti heimadystur í eini EM undankapping fyri A-landslið nakrantíð var mikukvøldið, har Føroyar taptu 3-0. Eftir hetta tapið, skulu mennirnir nú aftur í eldin móti sterka liðnum frá Eslandi og skulu royna at reisa seg aftur.
- Fyri at fáa fleiri stig og møguliga vinna eitt sett, skulu móttøkurnar og servurnar í fyrstu atløgu verða munandi betri, sigur Jens Bang, høvuðsvenjari hjá føroyska liðnum.
- Umframt hetta er neyðugt at verða neyvari tá blokkurin verður settur móti sera høgu og sterku estisku leikarunum. Í teimum tvídystunum har vit gjørdu tingini røtt í heimadystinum, varð týðuligt, at vit í ávísan mun hava møguleika at leika upp ímóti sterku professionellu leikarunum úr Estlandi, sum hava sína dagligu gongd í sterku kappingunum í Evropa og Suðuramerkia, sigur Jens Bang víðari.
Føroyska liðið er mannað við sama hópi, sum leikti heimadystin móti Estlandi:
Stefan Rosenlund
Bjarni Joensen
Filip Ilic
Mattias N. Isaksen
Thorvald Danielsen
Áslakur P. Holm
Tróndur H. Hansen
Trygvi á Brekkukletti
Jóhan Arni Elisson Wang
Teitur Eliasen
Niels Niclasen
Silas Poulsen
Símun H. Poulsen
Dysturin kl. 16 verður spældur í Kalev Sporthall í Tallinn, og verður vístur á Eurovolley.tv.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2022
Føroyar taptu 3-1 fyri Uganda í ellinta og seinasta umfari á talvolympiaduni í India týsdagin
Føroyar taptu 3-1 fyri Uganda í ellinta og seinasta umfari á talvolympiaduni í India týsdagin.
Føroysku telvararnir høvdu hægri styrkital á øllum fýra borðum móti Uganda, men ongum eydnaðist at vinna.
Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu javnt á ovaru borðunum, men á niðaru borðunum taptu Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.
Ósigurin ber í sær, at Føroyar enda nummar 108 av teimum 188 liðunum í almennu kappingini. Vit vóru styrkismettir nummar 60.
Føroyar vunnu fýra dystir, taptu fimm og spældu tveir javnar. Vit fingu tíggju dystarstig í alt.
Vit møttu bara trimum liðum, sum vóru styrkismett ovari enn vit. Fýra ferðir møttu vit liðum, styrkismett niðari enn vit, uttan at vinna.
Allir á føroyska liðnum ganga aftur í rating. Luitjen Akselsson Apol missir 110 stig, John Rødgaard 43, Høgni Egilstoft Nielsen 20, Rógvi Egilstoft 10 og Helgi Dam Ziska missir 6 ratingstig.
Einstøku úrslitini hjá føroysku telvarunum vóru hesi:
1. Helgi Dam Ziska 7/10
2. Høgni Egilstoft Nielsen 4½/10
3. Rógvi Egilstoft 5½/9
4. John Rødgaard 3½/9
5. Luitjen Akselsson Apol 1/6
Tað er einki minni enn ein sensasjón, at Usbekistan hevur vunnið talvolympiaduna.
Teir vóru styrkismettir nummar 14, men hava tikið øll á bóli. Teir eru ósigraðir í kappingini. Móti báðum indisku liðunum og USA var javnleikur 2-2, hinar dystirnar vunnu teir allar - m.a. 4-0 á Føroyum í øðrum umfari.
Venjari og úttøkumaður hjá usbekiska landsliðnum er Ivan Sokolov, sum fleiri ferðir var í Føroyum í 90-árunum.
Møguleikin fyri einum nýggjum OL-gullvinnara var til staðar, nú tveir av størstu favorittunum, Russland og Kina, ikki vóru við í India. Altjóða talvsambandið FIDE hevur boykottað Russland vegna kríggið í Ukraina, Kina, sum vann OL seinast, tykist hava givið avboð í samhuga við Russlandi.
Ein onnur sólskinsøga er framúrskarandi úrslitið hjá Moldova, sum endaði nummar seks. Teir vóru styrkismettir numar 48. Bara ein stórmeistari er á liðnum - Vladimir Hamitevici, sum hevur telvað á 1. borði hjá Klaksvíkar Talvfelag í føroysku landskappingini. Hann var sigursharri í flotta sigrinum á Onglandi týsdagin, tá hann feldi Luke McShane á 2. borði.
Vánaliga úrslitið hjá Noregi man koma mongum dátt við. Teir vóru styrkismettir nummar trý, høvdu heimsmeistaran Magnus Carlsen á 1. borði, men endaðu nummar 59. Carlsen var ikki við í síðsta dystinum.
Úrslit av olympiaduni:
1. Usbekistan 19 (gull)
2. Armenia 19 (silvur)
3. India 2 18 (bronsa)
4. India A 17
5. USA 17
6. Moldova 17
37. Svøríki
40. Ísland
45. Danmark
59. Noreg
61. Finnland
108. Føroyar
188 lið í alt.
Ukraina vann kappingina hjá kvinnunum.
Talvolympiada verður aftur um tvey ár. Ungarn skipar fyri, og Budapest verður vertsbýur í september 2024.
Skrivað hevur Súni Merkistein
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2022
Ragnheiður og Hugi eru komin í A finalu á NM í Álandi
Unga reiðkvinnan Ragnheiður Ólafsdóttir heldur fram við góðu úrslitinum í stórum altjóða kappingum.
Herfyri kom hon í fleiri finalur í DM og nú er hon komin stigið longur og hevur kvalifiserað seg til eina A finalu í NM, sum er í Álandi í hesum døgum.
- Hetta má metast at vera eitt sera flott avrik av Ragnheiði og hestinum Huga frá Hrepphólum, sigur Ríðisamband Føroya.
Í innleiðandi í greinini fjórðgongd ungreiðfólk, gjørdist tey nr 5 av 19 luttakarum – Karakterurin hjá teimum var bara 0,06 frá einum øðrum plássið, so vónirnar fyri at gera tað enn betri í finaluni eru sjálvsagt til staðar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2022
Tey gjørdust nummar 3 í B-finaluni og endaðu sostatt samlað sum nummar 8
Hóast tað er hennara fyrsta ár í bólkinum ungreiðfólk, so megnaði 16 ára gamla Ester Dahl á Heygum og hesturin Vorboði, at ríða seg heilt upp á eitt triðja pláss í b finaluni, í greinini T2 slakteymatølt.
Hetta merkir, at tey samanlagt enda nummar 8 í bólkinum. Tá hugsað verður um, at tey flestu Ester ríður ímóti, eru um 5 ár eldri, so er hetta eitt satt bragd og eitt boð um góðar tíðir fyri framman, sigur Ríðisamband Føroya.
- Ikki kann sigast annað enn at NM luttøkan higartil hevur hepnast væl hjá føroyska liðnum, sigur Ríðisambandið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2022
Norðurlandameistarakapping fyri seyðahundar var í Svøríki farna vikuskiftið
Føroyar gjørdust nummar trý í kappingin um norðurlendska meistaraheitið fyri seyðahundar, sum var í Svøríki farna vikuskiftið.
At kappast uttanlanda og á altjóða støði er sera gott, men eisini avbjóðandi og við øðrvísi umstøðum, í mun til tað vit hava í Føroyum, verður sagt á Facebookbólkinum hjá Seyðahundasambandinum.
Føroyar luttóku við fýra hundum til NM. Tilsamans vóru 46 hundar við.
Úrslitið av NM 2022 fyri lið gjørdist: 1 Svøríki, 2 Noreg, 3 Føroyar, 4 Finnland og 5 Danmark.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2022
Um vikuskiftið fara FM kappingarnar í leirdúgvuskjóting av bakkastokki
Um vikuskiftið fara FM kappingarnar í leirdúgvuskjóting av bakkastokki.
Byrjað verður í dag úti á Vík í Leirvík, har FM vinnarin í American Trap skal finnast.
Komandi vikuskiftið skal vinnarin í OL trap finnast. Tann kappingin verður á breytini á Sandvíkum í Tórshavn. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at skipað verður fyri FM í OL trap í Føroyum.
Seinasta FM kappingin í 2022, verður í OL skeet í døgunum 27-28. august. Fyrri dagurin er í Vestmanna, og seinni dagurin á Sandvíkum í Tórshavn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2022
Ein maður við visjónum
Hvørki í Føroyum ella uttanlands eri eg á míni arbeiðsleið komin fram á eitt fólk, ið dugir so væl at síggja fram í tíðina og at fremja ætlanirnar í verki.
Tá eg byrjaði sum sjálvstøðugur fyri meira enn 30 árum síðan, var mítt sterka bakland í Eysturoynni, serliga í Fuglafirði. Herðar eg fekk møguleikan at stiðja meg uppat. Framburðsmenn, ið breyðføddu lokalsamfelagnum og bygdu land, ikki bert í Fuglafirði, men í øllum Føroyum. Tað er við virðing eg minnist teir.
Ja, tað kennist undrunarvert at ein lítil bygd hevði slíkar vinnulívsmenn: Oddfríð Haraldsen, Kára Johannesen, Sigfríð Vørðhamar, Petur Larsen, Jóannes Thomsen, Andreas á Lava, menninir aftanfyri Vónina og aðrar. Flestu teirra eru ikki her á fold longur – og flestu fóru í bestu árum. Ein av teimum, Sigurð Simonsen bleiv 80 ár í vikuni.
Sum ungur var tað ein fragd at vera saman við teimum. Lívsroyndirnar stóðu skrivaðar djúpt í andlitunum. Allir høvdu havt vinnuligt viðrák og mótrák. Teir blivu mínir vinnuligu gubbar. Lærdómurin, eg fekk frá teimum, fekk so ómetaliga stóran týdning fyri meg á lívsleiðini.
Mangan hugsi eg: koma slíkir menn aftur? Kanska er tað hesir menn, ið hava lagt lunnar, so Fuglafjørður í dag er ein fyrimynd og eitt tað størsta fiskivinnuliga kraftsentrið í heiminum.
Millum fyrstu kundar mínar í 1991 var Sigurð Simonsen. Uppgávurnar við Boðasteini og Alilaksi vóru spennandi. Her møtti eg einum manni, sum hugsaði øðrvísi enn flest onnur vinnulívsfólk. Sigurð hugdi eftir møguleikum heldur enn forðingum. Tað besta var, at Sigurð altíð leitaði eftir hollari vitan. Hann vildi kanna og lýsa ætlanirnar fyri at minka um váðan. Nýggj fiskasløg, nýggjar veiðileiðir, nýggj framleiðsla, nýggir marknaðir og alternativ laksa- og sílaaling. Á skrivstovuni hingu mangan spennandi tekningar á vegginum. Tað var altíð áhugavert at tosa við Sigurð.
Risastóru goymslutunlarnir í fjallinum eru ein varði um ein visjoneran mann.
Sigurð hevur lært meg nógv um fiskiskap, fiskastovnar og havstreymar. Tað er við áhuga, eg havi lurtað, tá Sigurð hevur greitt frá síni lívsleið og eygleiðingum sum skipari og sjómaður í Ný Fundlandi og Norðsjónum, men serliga royndirnar, hann gjørdi sum skipari á Giljanesi fyri umleið 40 árum síðan. Og sum reiðari á Boðasteini í 1990'unum, tá búrfiskaveiðan bleiv ment í altjoða sjógvi.
Sigurð fór upp í lokalpolitikk og bleiv formaður í havnanevndini. Seinni bleiv Sigurð borgarstjóri og kommunupolitikari burturav.
Nógv – serliga fuglfirðingar - hava skírt fleiri av ætlanum hansara sum vinnulívsmaður og sum borgarstjóri fyri at vera vitleysar. Mangan eri eg sprurdur: “Hvussu ber tað til, at fuglfirðingar eru so nógv ímóti havnaútbyggingunum”, undirforstaðið, hví eru tey ímóti Sigurði.
Í heimbygdini bleiv mótstøðan stór millum bygdafólkið - og onkran á keiøkinum.
Sigurð tekur mangan til: “Teir byggja land” og tá er ein neisti í eygunum. Og er mótgangurin harður, og kanska kennist órættvísur, so kemur ein stuttur innskotin setningur, “og onnur vilja bróta niður”. Sigurð, tú hevur bygt land alt títt virkna lív.
Hvønn morgun kann tú stoltur hyggja eftir virkseminum á fjørðinum og yvir Fuglafjørð. Nógv er sprottið í tínari tíð á brúnni.
Til lukku við 80 ára føðingardegnum.
Óli Samró
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2022
Við Hermani hevur Sands bygd átt, og mist eina serstaka bygdamynd, sum laðaði lív og gleði á leiðini
Eyðkenda og hjartaliga smílið vann seg altíð út í ljósið. Onkuntíð við einum farra av skálkasmíli, tá skemtilagið tók yvir.
Legði tú lætta og kvikliga gongulagið afturat, so sást skjótt, at tað var Herman í Andarisa, sum var á ferð.
Nú góði, var fasta heilsanin. Og sjálvt um Herman uttan iva hevði sítt at dragast við, sum fólk flest, so gav hann tað sjáldan til kennar. Altíð smílandi.
Ikki tí, hann hevði dirvi til at standa við sítt bæði í politikki, skemti og bygdalívi annars.
Javngamal við Eyðfinn, yngra sonin, og væl við bæði Eyðbjørn og Lis, skerst ikki burtur at gøturnar hjá okkum flættaðust javnan. Hóast Karolina varð mostur Vinnie, so munnu tey bæði í minsta lagi hava kent seg sum eykaforeldur hjá henni. Soleiðis hevur tað altíð kenst.
Harafturat vóru pápi og Herman væl í gaman og álvara.
Serliga vóru tað høgtíðsdagarnar, at gingið var á gátt hjá hvørjum øðrum. Altíð so hugnaligt og stuttligt hjá Hermani og Karolinu, sum tíverri fór alt ov ung.
Herman smæddist ikki millum okkum yngru, um vit høvdu eina kenning tá vit komu á gátt. Kom eisini fyri at hann tók ein munn, um góða lag var. Fyri felagsskapin, sum hann tók til.
Treiv lættliga í ein sang, við síni vøkru kláru rødd. Klassikarin gjørdist skjótt “Faðirs míns hond” sum hann so rørdur sang so hjartaliga. Og sjálvandi sungu vit eisini hann, tá Herman var borin út úr Sands kirkju, til sín síðsta hvíldarstað á foldum.
Herman og Karolina bæði komu úr grannahúsum, í Andarisa og Ísansgarði. Bæði úr stórum barnaflokkum, og hóast korini neyvan hava verið glæsilig í materiellum virðum, so hevur hjartarúmið væl og virðiliga laða lívið til tað góða í báðum húsunum.
Av tí sama gjørdust syskinabørnini nógv. Plagdu at skemta við Eyðfinn um at hann átti eina heila bygd av systkinabørnum, sum ikki er heilt av leið.
Herman tókst við mangt og hvat. Róði út, var til skips, rak gistingarhús, spældi føstulávintsskemt og sjónleik. Og so var hann íðin fjeppari hjá B71 eisini.
Seinnu árini var hann fastur fúsur í stóru gravimaskinuni hjá Landsverki, gummigedini, sum vit dreingir kallaðu hana. Hóast tað kundi tykjast langt upp í húsið, og støvið dimdi rútin, so sóust altíð glógvandi eyguni á Hermani, tá hann heilsaði uppá hvønn pilt í bygdini.
Herman var ein av teimum sum ivaleysur helt at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Uttan iva hevur uppvøksturin, og framburðurin í hansara tíð lagt lunnar undir hugsjónina.
Við Hermani hevur Sands bygd átt, og mist eina serstaka bygdamynd, sum laðaði lív og gleði á leiðini.
Tað var svárt at siga Hermani farvæl, tí hann var á mangan hátt brúgvin til tey mongu í grannalagnum, sum fóru alt ov tíðliga.
Hinvegin kunnu vit ætla at Herman so sælur stendur við “faðirsins hond” og heilsar teimum sum fóru.
Við Hermani er enn ein stjørna tendrað á hválvinum, men minnini glógva leingi á foldum.
Páll á Reynatúgvu
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2022
Hóast vit vistu, at lívsleiðin var komin at endanum, so kendist tað svárt at fáa boðini um at okkara trúfasti Tommy Falkenberg, hevði fingið frið
Hóast vit vistu, at lívsleiðin var komin at endanum, so kendist tað svárt at fáa boðini um at okkara trúfasti Tommy Falkenberg, hevði fingið frið. Seinasta bríkslið í strævna dystinum við krabban var bríkslað. Úrslitið var órættvíst.
Sum óviti og unglingi elskaði hann at spæla fótbólt. Við HB sjálvandi. Tað sat líka sum í genunum, - av Mortensen slagnum í móðurlegg. Alskurin til fótbólt og til HB var ovurstórur. Tað var tó ikki á vøllinum, at hann kom at gera mest fyri HB. Tað var í øllum tí, sum er rundan um felagið. Har var hann hollur. Trúfastur hevur hann, ár eftir ár, átikið sær uppgávur, stórar sum smáar. Hann var altíð við til at fáa tingini at hanga saman hjá okkum. Uttan at gera nakað hóvasták burtur úr sær sjálvum.
Hann arbeiddi, loysti uppgávurnar – og lat hini skrøgga. Vinaløg vórðu skapt, og Tommy var ein góður og trúgvur vinur. Tommy var í nevndini í HB stuðlum í nógv ár. Hann skipaði fyri at samla okkara børulið til heimadystirnar og tá HB hevði uppgávuna til aðrar dystir. Hann dømdi og vinkaði mangan fyri okkum, tá yngru deildirnar spældu. Málarakynstur hansara kom okkum mangan til góðar, tá hann saman við bróðrinum og øðrum málaravinum fríðkaði um í húsinum. Saman við tvíburðabeiggjanum hevði hann málarafyritøku, sum ofta sæst stuðlandi á ymsum HB pløggum. Bara fyri at nevna nakrar av mongu uppgávunum hann lívgaði HB við. Listin er langur.
Tommy hevði, um nakar, eitt reytt/svart hjarta og blóðið sum rann í æðrunum, hevði heilt vist sama lit. Hann var HBari út í fingraspíssarnar. Tommy var góður við HB. Hann var í mong ár dagligur gestur í Gundadali og í HB húsinum. Kom altíð líka framvið, kanska fleiri ferðir sama dag. Fylgdi hugagóður teimum mongu venjingunum, sum eru hvønn dag. Venjingina hjá besta liðnum hjá monnum mátti hann síggja, – serliga seinastu venjingarnar áðrenn dyst, so hann fekk gjørt sær eina mynd av liðnum til komandi dystin.
Tað frøddi hann almikið, at sonurin Edvard er so íðin í fótbóltinum, og her var Tommy fastur fúsur við girðingina, um tað so var heima ella úti teir spældu. Ofta saman við Heidi, sum var Tommy ein dyggur stuðul, bæði í øllum tí hann gjørdi í HB og so sanniliga eisini í hesum seinasta harða lívsdysti hansara.
Besta mansliðið hjá HB, Betri menn, stóð honum ógvuliga nær. Hann var so sera stoltur av hesum ungu monnunum, sum umboðaðu HB. Til dystirnar var hann ikki ein av teimum, sum setti seg upp afturá í skýlinum. Honum dámdi best at standa fram við girðingina, oftast við málið, har okkara skuldu skora. Hann livdi seg við lív og sál inn í dystin. Hann hataði at tapa. Tað var tað ringasta hann visti, um HB tapti. Um avrikið heldur ikki var nøktandi, so var ikki gott. Viðvhørt, so kom hann at brúka tann breiða pensilin, tá hann skuldi hava luft fyri vónbrotinum. Tað var í kærleika til felagið. Tað vistu vit.
Vit fata tað ikki heilt enn, at vit ikki aftur skulu síggja Tommy í HB. Missurin er stórur og vit koma at merkja saknin. Hesin er tó einki í mun til tann miss, sum tey nærmastu hava verið fyri og okkara tankar eru hjá tykkum í hesi sváru tíð.
Havnar Bóltfelag vil við hesum lýsa frið yvir minnið um okkara trúfasta vin, Tommy Falkenberg.
Takk fyri, Tommy!
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2022
Dagurin 9. august 2022 kemur altíð at vera dagurin, har eg misti mín besta vin og tvíburð
Góði Tommy
Dagurin 9. august 2022 kemur altíð at vera dagurin, har eg misti mín besta vin og tvíburð. Hetta var dagurin, har tú eftir longri sjúkralegu ikki orkaði meir. Tú hevur verið mín trúgvasti vinur og ein dyggur stuðul, síðani vit saman komu í hendan heim 19. apríl fyri 58 árum síðani. Tað er óskiljandi, at tú ikki ert her longur. Títt lív endaði alt ov tíðliga, og tómrúmið er longu stórt. Seinasta tíðin hevur tó verið stríggin, og eg uggi meg við, at tú nú hevur fingið frið.
Nógvar góðar løtur hava vit deilt, í Føroyum og uttanlanda. Serliga minnist eg túrin í Keypmannahavn, tá vit vóru farnir niður at hyggja eftir fótbólti - HM endaspæl var. Vit fóru í Fælledparkina at hyggja á stórskermi, so kom ein journalistur frá DR til okkum og spurdi, um vit vildu vera við í eini samrøðu á live sjónvarpi. Eg var skeptiskur, men tú segði ja umgangandi, tí soleiðis vart tú, altíð klárur til eina góða uppliving. Tað var í tí samrøðuni at kendu orðini fullu: Vi elsker Danmark.
Tú vart ein eldsál. Helst eru nógv samd við mær í, at mann kundi ikki siga Tommy Falkenberg uttan at siga HB. Okkara Havnar Bóltfelag, har vit hava deilt nógvar gleðiligar stundir og eisini summi vónbrot. Eitt tað seinasta tú segði mær var: Vit eru føddir sum HB’arir, og vit doyggja sum HB’arir. Og nú tá tú fert á tína seinastu leið, ert tú eisini í HB-búnanum.
Góðu Heidi, Høgni, Andrias og Edvard. Tit hava staðið sum ein klettur undir liðini á Tommy. Meðan hann alsamt gjørdist veikari, gjørdust tit sterkari saman. Sorgin er stór, og ongi fløvandi orð kunnu fylla tómrúmið, tit kenna beint nú. Men Tommy livir víðari í okkara minnum.
Góði Tommy. Takk fyri tíðina eg fekk við tær her á fold.
Eg fari at enda hetta minningarorð við vøkru orðunum hjá Mouritsi Mohr Joensen:
Løtunar byrjaðu,
tveir dropar,
tvey hjørtu,
tvey lív.
Onnur løtan støðgaði,
ein dropi,
eitt hjarta,
eitt lív.
Hvíl í friði, kæri bróður.
Benny Falkenberg
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2022