Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 03. september 2022 | Nr. 36 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Samgongan fær tummil niður frá veljarunum

SíÐa 2

1 Leygardagur 03. september 2022

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Blokkpolitikkur fær fastatøkur

Nei, tað stendur onki til við undirtøkuni hjá sitandi samgongu. Onki, als onki, í nýggjastu veljarakanningini her í blaðnum bendir á, at tað fer at eydnast samgonguni at varðveita valdið.

Kanningin vísir, at veljarin heldur vil hava núverandi andstøðuflokkar til valdið – altso flokkarnir, sum sótu við valdið fram til valið fyri júst trimum árum síðani.

Blokkpolitikkurin hevur fingið fastatøkur á føroyskum politikki – eitt ófrættakent rák, har alt meira tykist verða vigað eftir, hvat ikki verður gjørt heldur enn hvat verður gjørt.

Tað er møguligt, at tað eru fyrimunir við blokkpolitikki.

Men royndirnar frá teimum seinastu valskeiðunum herheima hava víst okkum, at tað er trupult at gera veljarunum – so trupult, at tey, ið hava sitið við valdinum hesi seinastu skeiðini eru vrakað við hvørt val.

Alt bendir á, at vit nú triðja val á rað fáa eina fullkomna útskifting í landsstýrinum – har førdi politikkurin verður vendur á høvdið, mál verða førd aftur til nakað, sum fyrr hevur verið galdandi, tí nú skal andstøðupolitikkur vera samgongupolitikkur og vice versa.

Andstøðupolitikarar, sum seinasta valskeiðið hava sitið uttan ávirkan tí samgonguflokkarnir ikki vilja lova øðrum enn sær sjálvum inn til samráðingarborðið, gera sær dælt av at veljarin leiðist við teir ráðandi flokkarnar og politikararnar, ið missa undirtøku fyri hvørja veljarakanning sum verður gjørd.

Og so er lagt upp til eina útskifting eftir komandi val, og so byrjar sama søga umaftur, bara við øðrum fortekni.

Hetta er ikki haldbært. Slík skipan er oyðileggjandi fyri fólkaræðið, tí veljarin troyttast av tí – politikkur gerst ikki áhugaverdur, tá tey ráðandi bert vilja lurta eftir sær sjálvum og ikki taka atlit til hvat onnur halda og siga.

Her má okkurt henda. Onkur av flokkunum má ásanna trupulleikan og siga sínum samstarvsfeløgum, at neyðugt er at blanda kortini av nýggjum. Hyggjast má tvørtur um miðjuna í føroyskum politikki, so at nýggjar alliansur og samgongur kunnu gerast, so at vit fáa eitt breiðari litbrá og størri fjølbroytni í føroyskum politikki.

Sambært nýggjastu kanningini, stendur Framsókn, til dømis, at vinna seg upp móti teimum átta prosentunum. Hetta kundi verið eitt høvi hjá flokkinum at staðfest seg sum ein valdsfaktorur í føroyskum politikki.

Tað var tann tíð, tá Sjálvstýrisflokkurin var flokkurin, sum hevði mest at siga tá landsstýri skuldi skipast, tí flokkurin var tann, ið kundi samstarva til báðar/allar síður í tingsalinum.

Sjálvstýri er ikki ein valdsfaktorur í føroyskum politikki longur. Kanska Framsókn kundi tikið yvir henda leiklut, og farið til eitt komandi løgtingsval uttan at geva samstarvsflokkunum frá undanfarna stjórnarskeiði nakað lyfti um samstarv, fyrr enn aðrir møguleikar eru royndir av fyrst.

Tað er góð tíð enn. Við veljarakanningunum í huga er tað einki, ið talar fyri at sitandi valdsharrar – har eru jú ongar kvinnur í landsstýrinum – lata valdið frá sær fyrr enn í evstu løtu. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 5439

    Lisnar síður: 19538

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 03. september 2022

Samgongan fær tummil niður frá veljarunum

Nú minni enn eitt ár er til komandi løgtingsval eru ráðandi flokkarnir langt frá at hava ein meiriluta av veljarunum aftan fyri seg

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú byrjar av álvara at sansa at hjá sitandi samgongu, um hon skal gera sær vónir um at sleppa at halda fram eftir komandi løgtingsval.

Nú er minni enn eitt ár er til løgtingsval skal vera, og sambært nýggjastu veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti í farnu viku, so gongur tað bara afturá við undirtøkuni fyri samgonguflokkunum.

Teir tríggir flokkarnir, sum manna samgonguna megna í nýggjastu kanningini einans at savna 40,6 prosent av atkvøðunum, meðan teir tríggir andstøðuflokkarnir, ið kunnu rokna við at verða valdir á ting, fáa 57,4 prosent.

Hóast andstøðan vinnur undirtøku frá samgonguni í mun til kanningina, ið vit høvdu her í blaðnum miðskeiðis í juni, so er tingmannabýtið tó tað sama. Andstøðan fær 20 og samgongan 13.

[object Object]Tað sær ikki út til at vera eydnast Christian Andreasen at endurvinna álitið á flokkinum eftir at Jørgen Niclasen mátti leggja frá sær (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Fólkaflokkurin stóri taparin

Tá løgtingsval var fyri góðum trimum árum síðani, 30. august 2019, var Fólkaflokkurin greitt størsti flokkur. Nú er hann tann minsti av teimum fýra stóru.

Fólkaflokkurin fær 16,1 prosent í nýggjastu kanningini. 3,4 prosentstig færri enn í seinastu kanning og 8,4 færri enn á valinum seinast.

Fólkaflokkurin fekk knappar 8.300 atkvøður á valinum seinast. 8,4 prosent svarar til næstan 700 atkvøður, sum eru mistar, og tað er rættiliga nógv í føroyskum politikki.

Tað tykist vera greið tekin um, at tað ikki er eydnast Christiani Andreasen, nýggja floksformanninum, at endurvinna álitið á flokkinum eftir at Jørgen Niclasen mátti leggja frá sær sum landsstýrismaður og floksformaður.

Missa fýra tingsessir

Í mun til seinastu kanning, vinnur Sambandsflokkurin nakað fram, men liggur framvegis eitt petti frá undirtøkuni, sum flokkurin fekk á valinum seinast. Sambandsflokkurin fær 18 prosent av atkvøðunum, og tekur sostatt ein tingsess frá Fólkaflokkinum í mun til seinastu kanning.

Men listarnir A og B missa ávikavist tríggjar og ein tingsess í mun til núverandi tingmanning.

Triði samgonguflokkur, Miðflokkurin stendur at varðveita sínar tveir tinglimir. Í nýggjastu kanningini fær flokkurin 6,5 prosent av atkvøðunum, eitt vet minni enn til seinastu kanning og nakað meira enn til seinasta val.

[object Object]

Javnaðarflokkurin nógv størst

Nógv ta størstu undirtøkuna fær framvegis Javnaðarflokkurin. Sambært kanningini fær Javnaðarflokkurin 30 prosent av atkvøðunum og 10 tingsessir. Tað er eitt vet minni enn í seinastu kanning, men næstan 8 prosentstig og trý tingfólk fleiri enn til valið.

Tjóðveldið gongur eisini eitt sindur aftur í mun til kanningina í juni, fær 19,5 prosent av atkvøðunum, sum gevur 7 tingsessir, ein fleiri enn núverandi umboðan á tingi.

Framsókn stóra framgongd

Framsókn hinvegin gongur nógv fram í nýggjastu kanningini. Framsókn fær 7,9 prosent av atkvøðunum sum gevur flokkinum trý umboð á tingi. Hetta er meira enn ein helvt meira enn í seinastu kanning, og ein framgongd á meira enn 70 prosent í mun til seinasta val.

Her skal tó takast fyrivarni fyri, at óvissan í slíkum kanningum er 3,2 prosent, og tað kann serliga raka teir smærru flokkarnar.

Heldur ikki hesaferð sær tað út til, at tað fer at eydnast Sjálvstýri at finna seg upp um tinggáttina. 2,1 prosent er langt frá sperrimarkinum.

Av teimum tilsamans 22 veljarakanningunum, sum eru gjørdar fyri ymsar miðlar hesi trý árini síðan seinasta val, hevur Sjálvstýri bara fingið umboð í tveimum teirra. Tað var um jóltíðir seinasta vetur.

Sambært kanningini hjá Spyr.fo eru tað framvegis umleið 10. hvør veljari, sum enn ikki hevur tikið støðu til, hvar krossurin skal setast.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Fáa atkvøðurnar uttan fyri Havnina

Nakað sum ikki sæst á talvuni heryvir, er hvat veljarar í Tórshavnar kommunu velja í mun til restina av landinum.

Her sæst, at Fólkaflokkurin er nógv, nógv sterkari á bygd enn í Havnini. Uttan fyri høvuðsstaðin fær flokkurin undirtøku frá 20 prosentum, men bara 12 prosentum í Havn.

Sama er galdandi fyri Sambandsflokkin, 21 prosent uttanfyri móti 14 prosentum í Havn.

Tá tað kemur til Javnaðarflokkin, er ongin munur millum bygd og bý.

E og F havnarflokkar burturav

Men Tjóðveldi og Framsókn eru høvuðsstaðarflokkar burturav. Serliga Framsókn, sum fær undirtøku av 14 prosentum í Havnini – altso líka stórur sum Sambandsflokkurin og størri enn Fólkaflokkurin. Hinvegin fær Frmsókn bert 3 prosent av atkvøðunum uttan fyri Havnina.

Tjóðveldi fær undirtøku av 24 prosentum í Havn, men 16 prosent uttan fyri Havnina.

Miðflokkurin er nakað sterkari uttan fyri havnina 8 prosent móti 5 prosentum.

Óvissan skal havast í huga her – hon er 4,9 prosent í tølunum fyri Havnina og 4,2 prosent í tølunum uttan fyri Havnina.

Kvinnurnar fylkjast um javnaðin

Spyr.fo hevur eisini hugt eftir muninum hvat kynini velja.

Her er tað greitt, at kvinnurnar fylkjast um Javnaðarflokkin. 37 prosent av kvinnunum siga seg atkvøða fyri lista C. Síðan koma Sambandsflokkurin og Tjóðveldi sum fáa atkvøður frá 19 prosent av kvinnunum, meðan Fólkaflokkurin fær 10, Framsókn 8, Miðflokkurin 6 og Sjálvstýri 1 prosent av kvinnuatkvøðunum.

Menninir býta atkvøðurnar eitt sindur meira javnt ímillum seg. Javnaðarflokkurin fær 24 prosent av mannfólkaatkvøðunum, Fólkaflokkurin 21, Tjóðveldið 20, Sambandsflokkurin 17, Framsókn 8, Miðflokkurin 7 og Sjálvstýrið 3 prosent.

Tá hugt verður eftir aldursbólkinum, so er tað Javnaðarflokkurin serliga, men eisini Framsókn og Miðflokkurin, sum hava fleiri yngri enn eldri veljarar, í hesum førinum veljarar, sum eru undir 44 ár. Hinir flokkarnir fáa størri undirtøku av borgarunum, sum eru oman fyri 44 ár. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2022

3
Leygardagur 03. september 2022

Hvør skal vera løgmaður?

Veljarin vil helst hava Aksel, hóast sitandi løgmaður hevur vunnið eitt vet inn á undanfarna síðan tað seinast varð spurt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað eru ikki hendar tær heilt stóru broytingarnar í hugburðinum hjá veljaranum til hvønn tey ynskja at vera løgmaður eftir komandi løgtingsval.

Væl meira enn triði hvør veljari peikar framvegis á Aksel V. Johannesen, hóast hann hevur mist eitt sindur av undirtøku síðan vit seinast spurdu. Hinvegin tykist sitandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, at hava vunnið sær eitt sindur meira undirtøku.

Munurin millum Høgna Hoydal og Christian Andreasen er minkaður í mun til seinast, men tað er framvegis Tjóðveldisformaðurin, ið hevur munin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2022

4 Leygardagur 03. september 2022

Nýggju landsstýrisfólkini klára seg betur

Veljarakanning vísir, at nýggju landsstýrisfólkini standa seg betur enn tey, sum vóru undan teimum

Veljarin heldur, at Magnus Rasmussen er landsstýrismaðurin, sum hevur klárað seg best (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti, vísir millum annað, at tey fýra nýggju fólkini í landsstýrinum hava staðið seg betur enn tey, sum vóru undan teimum. 

500 fólk vóru spurd 24. august, um hvussu tey halda, at landsstýrisfólkini hava staðið seg. Tey flestu liggja um miðal (3 stig), men veljarin heldur, at tað er landsstýrismaðurin við umhvørvis- og vinnumálum sum klárar seg best. Meðan Helgi Abrahamsen í kanningini 30. mars 2021 fekk 2,52 stig, fær nýggi maðurin í sessinum, Magnus Rasmussen, 3,31 stig.

Hini trý nýggju landsstýrisfólkini vera eisini mett at klára seg betri enn undanfarnu.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Stór útskifting

Fýra landsstýrsfólk eru skift út síðani hendan samgongan varð skipað. Magnus Rasmussen tók yvir eftir Helga Abrahamsen í umhvørvis- og vinnumálum í apríl í fjør.

Fyrst í januar í ár var aftur útskifting í landsstýrinum, tá Árni Skaale og Sólvit Nolsøe tóku yvir eftir Jacob Vestegaard og Elsebeth M. Gunnleysdóttur í ávikavist Fiskimálaráðnum og Almannamálaráðnum.

[object Object]Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Sólvit E. Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálaráðnum (Mynd: Sverri Egholm

Seinasta útskiftingin higartil, var tá Jørgen Niclasen legði frá sær sum fíggjarmálaráðharri í februar. Uni Rasmussen hevur síðani tá røkt ráðharrasessin í Fíggjarmálaráðnum.

[object Object]Uni Rasmusen tók við sum landsstýrismaður í fíggjarmálum í februar (Mynd: Sverri Egholm) 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2022

5

Størv

Endurlýsing: Rakstrarleiðari til Brennistøðina á Hjalla

Meira Umsóknarfreist: 16. august 2024

ESDH-seniorrådgivare till Nordiska ministerrådet

Meira Umsóknarfreist: 04. august 2024

Vilt tú vera gravari í Tórshavnar kommunu?

Meira Umsóknarfreist: 31. juli 2024

Sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari og heilsuhjálpari til demensdeildina, Suðurstovu, á Eysturoyar røktar- og ellisheimi

Meira Umsóknarfreist: 11. august 2024

Avloysarar til supportina

Meira Umsóknarfreist: 30. juli 2024

Skapandi talgranskari til alingina hjá Hiddenfjord

Meira Umsóknarfreist: 05. august 2024

KT-mennari til Hagstovu Føroya

Meira Umsóknarfreist: 04. august 2024

LÆRLINGUR TIL ROKNSKAPARDEILDINA HJÁ ATLANTIC AIRWAYS

Meira Umsóknarfreist: 09. august 2024

Sálarfrøðingur ella sálarviðgeri til Beran

Meira Umsóknarfreist: 04. august 2024

Endurlýsing - Ergo- ella fysioterapeutur til Sernám

Meira Umsóknarfreist: 09. august 2024

Parttíðarstarv sum aðalskrivari í AKF

Meira Umsóknarfreist: 08. august 2024

Ohoy, set kós á sjóvinnuleið - skrivstovustarv hálva tíð

Meira Umsóknarfreist: 14. august 2024
6
Leygardagur 03. september 2022

Takk fyri sangirnar, Mikael

‘Gamla sånger i nya tonarter’ – framúr konsert við fremsta núlivandi svenska sangskaldinum í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Gamlir hippiarar og nýríkir juppiarar sluppu veruliga at blaka minnini aftur til teir góðu gomlu dagarnar í sjeyti og áttatiárunum, tá Palme setti politisku kósina í Norðurlondum, orðið ‘solidaritetur’ var tað mest brúkta í politiska kjakinum og semja var – stórt sæð – um at stuðla frælsisstríðnum í Nicaragua og øðrum latínamerikanskum londum.

Tað var í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið har 76 ára gamli Mikael Wiehe støðgaði á í Føroyum á síni longu farvæl-konsertferð kring Norðurlond.

Hetta er tað. Tað er tíð at gevast. Takk fyri at tit vildu koma.

[object Object]

Mikael Wiehe var – saman við navnframa vinmanninum og hinum oddamanninum í Hoola Bandoola Band – tann, ið setti orð á fólksliga politiska stríðið gjøgnum sang og tónleik.

Og hóast skjótt seksti ár eru liðin síðan Mikael byrjaði sína leið sum politiskt tilvitaður fólkasangari, so er hann akkurát líka reyðhallur enn. Og hann torir framvegis at standa við tað.

Hann sang eina røð av frálíku sangunum hjá sær – og øðrum eisini. Ringt er at velja út, tá katalogið fevnir um yvir 40 heildarútgávur, bæði einsamallur og saman við øðrum, og út móti 360 sangum tilsamans – harav fleiri eru heilt góðir, ja sonn meistaraverk.

Og tey fingu vit at hoyra í gjárkvøldið. Men sangirnir vórðu eisini kryddaðir við fyndugum staðfestingum, sum vísti at reyði login, sum til eina og hvørja tíð tekur støðu fyri tí minni menta og móti teimum ráðandi og kapitalinum, enn er glóðheitur, hóast maðurin nú heldur seg vera ov gamlan til at ferðast runt við sínum sangum.

Hann gramdi seg eisini um, at hann ikki orkaði at syngja líka høgt longur, og tí skuldi áhoyrarin vænta nakrar ‘gamla sånger i nya tonarter’ hetta kvøldið.

Um tónaslagið kanska ikki var tað sama, so gjørdi tað ikki nakað. Tí tað var ein frálíka góð, innilig og lívsjáttandi konsert við sangum Mikaels saman við sera dugnaligu tónleikarunum, Anders Pettersson á guittarum og Christer Karlsson á ljómborði.

[object Object]

Má siga, at hann dugdi at levera sínar politisku boðskapir til næstan hvønn sang vit hoyrdu.

Tá hann vildi vísa á vaksandi ójavnan í heiminum – serliga í Svørki – treiv hann í ‘Keop’s Pyramid’ – ein av teimum gomlu hjá Hoola Bandoola Band

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Eftir at hann hevði siterað burtur úr gitnu røðuni hjá Seattle høvdinga, tá guvernørurin í Washington í 1854 vildi keypa jørðina hjá fólki hansara, treiv hann í vist nokk einasta sangin av nýggjastu útgávu hansara, ‘Den sidste Mohikanen’:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Tá hann segði søguna um, at okkurt bendir á, at Kili nú tveitir nýliberala okið, sum Pinochet innførdi við ógvusligum harðskapi í 1973, sang hann sína heilsu til frælsisstríðsmannin, sangaran Victor Jara:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Og tá hann segði søguna um ‘whistleblowaran’ Daniel Ellsberg, sum fyrst í sjeytiárunum avdúkaði amerikansku ræðuleikarnar í Vietnam krígnum og í 2018 varð heiðraður við Olof Palme-virðislønini, sang hann ótrúliga vakra sangin ‘En sång til modet’:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vit fingu eisini eina prædiku um kjarnorku, eitt mál sum Wiehe hevur stríðst ímóti síðan byrjan. At trúgva at tað ikki kann enda galið við einum kjarnorkuverki, er tápuligt, helt hann. Hygg bara at Three Mile Island, Tjernobyl, Fukushima og nú er eisini vandi fyri heimsins størsta kjarnorkuverki, í Zaporizjzja í Ukraina, orsaka av krígnum.

Sjálvur undraðist Wiehe yvir, at ein av hansara friðarligu sangum í síni tíð gjørdist slagsangur í stríðnum móti kjarnorku. Sangurin um “världens modernasta osänkbara skepp” – størsta meistaraverkið, sum Wiehe hevur skrivað:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Væl talandi var hann, tosaði týðuliga og seint, so vit skiltu næstan hvørt orð. Bert einaferð, kom ein bøllut frá honum. Tað var tá hann tosaði um sín kærleika til Kuba. Hann vísti á, at amerikanski stongsulin av Kuba líkist ongum, og at tey, ið ikki halda tað sama, kunnu “dra år Helvete”.

Og so sang hann sangin hjá Silvio Rodríguez, sum Afzelius so meistarliga flutti yvir í svenskt, og sum vit eisini kenna á føroyskum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vinmaðurin Afzelius varð eisini umrøddur á konsertini. Tað var altíð Björn, sum slapp at syngja teir rokkutu sangirnir í Hoola Bandoola Band, tí hann sá mest rokkutur út, hevði tað rokkutasta hárið og tann rokkutasta leðurjakkan og so treiv tann meira distingveraði Wiehe í ‘Vem kan man lita på?’:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Mest rørandi var tað tó, tá hann fortaldi um saknin eftir vinmanninum. Men kanska er tað best, at Björn ikki náddi at uppliva alla ta skeivu gongdina, sum vit hava uppliva hesi 23 árini síðan hann doyði, helt hann.

Og so sang hann rørandi ‘Den jag kunde va’, skrivaður til Björn Afzelius, sum vit eisini kenna herheima við Signari í Homrum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Hetta vóru bara nakrir av sangunum á frálíku konsertini í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Vit fingu eisini dømi upp á frálíku týðingarnar sum Wiehe hevur gjørt av Bob Dylan sangum, og so ikki minst svensku versjónina av “This Land is your land” hjá Woody Guthrie –

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Takk fyri, at tú vildi vitja okkum og Norðurlandahúsið enn einaferð áðrenn tú legði guittaran frá tær, Mikael Wiehe.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2022

7 Leygardagur 03. september 2022

Bjørg á Rógvi nýggjur borgarstjóri í Vestmanna

Bygdarráðið samtykti fríggjakvøldið einmælt at velja Bjørg á Rógvi til borgarstjóra í Vestmanna kommunu. Sára Jógvansdóttir varð vald til varaborgarstjóra

Bjørg á Rógvi (Mynd: Vestmanna kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vestmanna kommuna hevur fingið nýggjan borgarstjóra.

Bygdarráðið samtykti í fríggjakvøldið einmælt at velja Bjørg á Rógvi til borgarstjóra eftir at Pauli Trond Petersen legði frá sær.

Eisini valdi bygdarráðið at velja Sáru Jógvansdóttir til varaborgarstjóra.

Borgarstjórin og varaborgarstjórin taka við starvinum í dag, tann 3. september.

Val av nevndum og umboðum varð einmælt samtykt við hesum broytingum:

Í Fíggjarnevndina varð Pauli T. Petersen valdur sum varalimur

Í Teknisku Nevnd varð Ingi OLsen valdur fyri Bjørg á Rógvi. Pauli. T. Petersen varð valdur sum varalimur. Tekniska Nevnd skipar seg á næst komandi fundi.

Í Mentanarnevndina varð Pauli T. Petersen valdur fyri Bjørg á Rógvi

Í Trivnaðar- og Umhvørvisnevndina varð Pauli T. Petersen valdur fyri Bjørg á Rógvi

Sum umboð í Heimatænastuna í VEKS vóru vald Bjørg á Rógvi og Sára Jógvansdóttir.

Sum varaumboð í Føroya Kommunufelag varð Sára Jógvansdóttir vald. Bjørg á Rógvi er umboð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2022

8 Leygardagur 03. september 2022

Førdi fíggjarpolitikkurin eigur at vera haldførur

Búskaparráðið harmast um, at almennu kassarnir koyra við undirskoti hóast tíðirnar hava verið góðar

Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hósdagin legði Búskaparráðið fram heystfrágreiðing sína fyri 2022. Tað hendir í Auluni í Finsen í Havn. Undan framløguni sendi ráðið út soljóðandi tíðindaskriv:

Vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ, í leypandi prísum er mettur til at verða heili 11,2 prosent í 2022 og 2,6 prosent í 2023. Høgi vøksturin í 2022 stavar í stóran mun frá øktum prísum. Tó er framvegis eisini ferð á føroyska búskapinum, ið sæst aftur í lága arbeiðsloysinum og átrokandi tørvinum á arbeiðsmarknaðinum.

Í slíkum góðum tíðum eigur ikki at vera hall á fíggjarlógunum hjá landi og kommunum. Ístaðin átti tað almenna at sett í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum tálmar almenna útreiðsluvøkstrinum fyri at fáa haldføri í førda fíggjarpolitikkin – bæði í núverandi løtu – og í longdini, tá avbjóðingarnar við vaksandi talinum av eldri fólki gerst til veruleika.

Ferð á búskapinum

Tað er framvegis ferð á føroyska búskapinum. Stóra virksemið sæst aftur á lága arbeiðsloysinum og tørvinum á arbeiðsmegi í bæði privata og almenna geiranum.

Lønargjaldingarnar eru høgar, talið av løntakarum setur met, og vøruhandilin við útheimin gevur framvegis avlop. Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur at gerast 11,2 prosent í ár og 2,6 prosent næsta ár. Vøksturin í BTÚ í ár er tó merktur av stóra prísvøkstrinum, sum vit síggja í útlondum og heima í Føroyum.

Høgi vøksturin í BTÚ í 2022 stavar nevniliga fyri ein stóran part frá øktum prísum og avspeglar tí ikki, at virksemið í búskapinum er munandi størri í 2022 enn í 2021, men heldur, at vørurnar og tænasturnar eru dýrkaðar í prísi.

Hóast føroyingar eru tilvitaðir um, at prísirnir eru øktir og at renturnar fara at hækka, sæst ikki nøkur stórvegis broyting í nýtsluni hjá húsarhaldunum.

Ávirkanin av prísvøkstrinum á vinnuna er ymisk frá vinnugrein til vinnugrein, og er sum heild treytað av, hvussu nógv av prísvøkstrinum kann koyrast víðari yvir á kundan.

Handilsvinnan letur til at vera merkt av, at føroyingar aftur eru slopnir til útlondini at ferðast, og tí brúka færri pengar í Føroyum, meðan ferðavinnan er bjartskygd, tí eftirspurningurin er stórur, og 2022 væntast at gerast nýtt metár.

Í byggivinnuni eru príshækkingar á tilfari, og trot á arbeiðsmegi er framvegis ein avbjóðing, meðan útflutningsfyritøkurnar eru ávirkaðar bæði jaliga og neiliga av prísvøkstrinum.

Prísurin á botnfiski og laksi er øktur nógv, ið hevur betrað um útflutningsvirðið, men samstundis eru framleiðslu- og flutningskostnaðirnir somuleiðis øktir nógv.

[object Object]Helena Andreasen, Sanna Laksá og Jan Otto Holm, limir í Búskaparráðnum (Foto: Sverri Egholm)

Ikki haldbært við undirskoti á fíggjarlógini

Hóast hesar góðu tíðir, er undirskot hjá bæði lands- og kommunukassunum. Hallið á fíggjarlógini hjá landskassanum er mett av verða 216 milliónir krónur í ár og 225 milliónir næsta ár.

Eisini kommunurnar hava samanlagt eitt hall á teirra fíggarlógum. Sostatt leggur almenni geirin í bestu tíðum trýst á búskapin, ið longu er undir trýsti av stóra virkseminum í privata geiranum.

Tað er í slíkum støðum, at tað almenna eigur at halda aftur og hava yvirskot á fíggjarlógunum. At undirskot verður á fíggjarlógini í 2022 og 2023 er als ikki haldbart í so góðum búskaparligum tíðum, serliga við vitanini um komandi avbjóðingar við vaksandi vælferðarútreiðslum vegna vaksandi tal av eldri borgarum, tað vil siga til pensjónir, eldrarøkt, heilsuøkið við meira.

Ein avleiðing av verandi fíggjarpolitikki kann verða, at hetta ættarliðið kemur at binda komandi ættarlið við skuld orsakað av manglandi haldføri í fíggjarpolitikkinum.

Sum Búskaparráðið áður hevur víst á, eigur politiska skipanin at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, ið kann vera við til at fáa haldføri í førda fíggjarpolitikkin. Eitt slíkt regluverk kann eitt nú ikki loyva útreiðslunum at vaksa við meira enn 2-3 prosent um árið, samstundis sum íløgurnar haldast støðugar. 

[object Object]Uni Rasmussen, landsstýrismaður við fíggjarmálum (Mynd: Sverri Egholm)

'

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2022

9
Leygardagur 03. september 2022

Elrikni alibáturin hjá Bakkafrosti komin á sjógv

Mest hevur seinasta hálvtannað árið bygt elrikna tvíkilju til Bakkafrost. Mánadagin varð alibáturin sjósettur

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sáttmáli var undirskrivaður millum Bakkafrost og Mest 2. februar 2021, og mánadagin, umleið hálvtannað ár seinni, varð elrikna tvíkiljan flotað.

Verkætlanin er úrslit av føroyska formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum har fígging varð játtað til verkætlan, ið hevur til endamáls at gagnnýta orkuframleiðslu í fjarskotnum økjum á ein meira skynsaman og burðardyggan hátt.

Ítøkiliga snýr tað seg um at gagnnýta sonevnda avlopsorku, sum er orka, ið verður framleidd og er til taks á elkervinum, men sum ikki verður nýtt. Serliga er talan um at gagnnýta orkuna, ið verður framleidd um náttina og í vikuskiftunum.

SEV luttekur í verkætlanini við at menna eina skipan, ið skal tryggja, at alibáturin í so stóran mun sum gjørligt verður løddur við grønari orku.

Elrikni alibáturin verður handaður Bakkafrosti um nakrar vikur.

Sverri Egholm tók myndirnar

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2022

10 Leygardagur 03. september 2022

Betri Banki hevði 17 millónir krónur í avlopi fyrra hálvár

Tilgongdin av kundum hjá Betri Banka heldur áfram, og útlánini eru nú komin upp á 7,1 milliardir krónur. Innlánini økjast eisini og eftirspurningurin eftir at gera íløgur er framvegis vaksandi

Fíggjarmarknaðirnir hava verið merktir av fjáltri í fyrra hálvári og hevur tað viðført, at bankin hevur havt kurstap á lánsbrøvum. Hetta ávirkar hálvársúrslitið munandi
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fíggjarmarknaðirnir hava verið merktir av fjáltri í fyrra hálvári og hevur tað viðført, at bankin hevur havt kurstap á lánsbrøvum. Hetta ávirkar hálvársúrslitið munandi.

Í summar hækkaði tjóðbankin leiðandi rentuna fyri at tálma prísvøkstrinum. Hetta hevur ført við sær, at Betri Banki, sum áður fráboðað, eisini fer at hækka renturnar 1. september.

Rentan hevur seinastu árini verið søguliga lág og nógv tos hevur m.a. verið um negativa rentu. Betri Banki hevur ikki roknað negativa rentu á pensjóns- og ungdómskontum. Aðrir kundar hava havt møguleika at spara 400.000 krónur upp áðrenn negativ renta varð roknað.

- Samstundis sum útlánsrenturnar hækka, strika vit negativu rentuna hjá privatkundum. Sostatt kunnu okkara privatkundar aftur spara upp uttan at gjalda negativa rentu, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

Fyri alt roknskaparárið 2022 metir leiðslan, at úrslitið verður áleið 60-90 milliónir fyri skatt. Nógv veldst tó um gongdina á fíggjarligu marknaðunum annað hálvár 2022.

Úrslitið fyri fyrra hálvár 2022 sær soleiðis út:
- Úrslit eftir skatt: 17 milliónir krónur
- Útlán: 7,1 milliardir krónur
- Innlán: 8,4 milliardir krónur
- Solvensur: 29,5 prosent

Tíðindaskriv frá Betri Banka

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2022

11 Leygardagur 03. september 2022

Elding keypir Power

Elding yvirtekur Power í SMS, sum verður sætti handilin hjá Elding. Kappingarráðið skal taka endaliga støðu til keypið

Herman Winther, Levi Winther og Høgni Zachariasen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Elding keypir Power, og flytur harvið ein part av sínum virksemi inn aftur í SMS, har Majbritt E. Winther og Mads Andreas Winther byrjaðu handilsvirksemið á loftinum í sølumiðstøðini í 1995.

- Sølan kom í lag, eftir at leiðslan í Elding boðaði okkum frá, at Elding ynskir at keypa Power. Vit hava síðani verið í samráðingum, og Elding hevur givið okkum eitt gott tilboð. Tískil selja vit Power til Elding, sigur Høgni Zachariasen, stjóri, ið eigur Power helvt um helvt saman við Pf. SMS. 

Leiðslan í Elding fegnast um at kunna yvirtaka snøggu hølini hjá Power, har sætti Elding-handilin sostatt verður staðsettur.

- Vit merkja, at kappingin frá útlendskum veitarum á netinum harðnar, og tí skulu vit áhaldandi bjóða okkara kundum kappingarførar prísir og eina góða tænastu tætt at kundunum. Tað gera vit m.a. við at vera atkomuligir bæði á internetinum og ymsastaðni kring landið. Tað hevur stóran týdning fyri Elding at hava ein stóran og góðan handil í SMS, sum er mest vitjaða handilsstað í Føroyum, staðfesta báðir virkisstjórarnir í Elding, Levi Winther og Herman Winther.

Teir vísa á, at Elding síðani byrjan hevur roynt at havt eitt stórt og fjølbroytt úrval av merkivørum fyri lágar prísir, og at hetta framhaldandi verður grundleggjandi handilsligi hugburðurin hjá fyritøkuni.

Sølan ber við sær, at Elding yvirtekur bæði skyldur og starvsfólk hjá Power, og talið av starvsfólkum í Elding fer samanlagt at tátta í 90 starvsfólk, svarandi til umleið 60 ársverk. Kappingarráðið skal taka endaliga støðu til yvirtøkuna.

Elding hevur frammanundan handilin á Óðinshædd í Havn og ein handil í Klaksvík umframt Elding Online, ið hevur meira enn 18.000 vørur á heimasíðuni. Haraftrat hevur fyritøkan tveir handlar, sum venda sær til vinnulívið – tað eru Elding Business í Smiðjugerði í Havn og Elding Nordic í Herning, Danmark.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2022

12 Leygardagur 03. september 2022

Lív og Jónas vóru best umtóktu nøvnini í fjør

Hetta eru eisini tey einastu, ið vóru í topp-tíggju yvir tey best umtøktu í 2021, og sum eisini vóru tað fyri 20 árum síðani

- Í 2001, sum er byrjanarárið fyri navnauppgerðina, var Lív nummar níggju á listanum yvir best umtóktu gentunøvn, meðan Jónas var nummar fimm. Hetta er fyrstu ferð, at Lív er ovast á listanum, meðan Jónas hevur verið best umtókta dreingjanavn heilar tíggju ferðir
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lív og Jónas vóru best umtóktu nøvnini til gentur og dreingir fødd í 2021.
Av teimum børnunum, sum vóru fødd í 2021, fingu sjey gentur navnið Lív, meðan tíggju dreingir fingu navnið Jónas.

Hetta skrivar Hagstova Føroya á heimasíðu sínari.

- Í 2001, sum er byrjanarárið fyri navnauppgerðina, var Lív nummar níggju á listanum yvir best umtóktu gentunøvn, meðan Jónas var nummar fimm. Hetta er fyrstu ferð, at Lív er ovast á listanum, meðan Jónas hevur verið best umtókta dreingjanavn heilar tíggju ferðir. 

Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum, ið vóru føddir í fjør, vóru Nóa, Gilli, Jógvan, Markus, Adrian og Bragi. Hjá gentum vóru tað nøvnini Julia, Emma, Isabella, Nora, Ria og Sólja.

Vóru eisini væl umtókt í 2001

Hagstovan skrivar, at Lív var tað einasta gentunavnið, sum var millum tíggju tey best umtóktu bæði í 2021 og fyri 20 árum síðani. Tá vóru nøvnini Ronja, Vár, Helena og Rebekka ovast á listanum. 

Av dreingjanøvnunum var Jónas tað einasta navnið, sum var millum tíggju tey best umtóktu bæði í 2021 og í 2001. Tá vóru nøvn sum Jákup, Hanus, Rói og Dánjal best umtókt. 

- Fleiri nøvn eru løgd aftur at síðan 2001, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Nóa, Bragi og Liam hjá dreingjum og Brá, Vón og Ria hjá gentum.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2022

13 Leygardagur 03. september 2022

Widerøe fimm ferðir um vikuna

Næstan eitt ár er liðið síðani Widerøe fór undir regluliga flúgving millum Bergen og Føroyar. Nú verður flogið fimm ferðir um vikuna

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Norskir miðlar boðu í vikuni frá, at nú næstan eitt ár er liðið síðani Widerøe fór undir regluliga flúgving millum Bergen og Føroyar, verður farið upp á fimm túrar um vikuna.

Í vikuni var fyrsti týsdagstúrur á skrá, og flogið verður nú mánadagar, týsdagar, mikudagar, fríggjadagar og sunnudagar.  

- Vit kunnu ikki annað enn gleðast um, at Widerøe, nú eitt lítið ár eftir tey byrjaðu at flúgva millum londini, hava meira enn tvífaldað vikuliga túratalið. Tey byrjaðu jú við einans tveimum túrum um vikuna og eru nú uppi á fimm, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, og heldur fram.

- Hetta seinasta árið hevur víst okkum, at vit við einum nýggjum felagi á marknaðinum fáa fatur í ferðafólkum, vit ikki hava sæð í sama mun fyrr, tí samansetingin av ferðafólkunum umborð hevur verið ein onnur enn tann, vit fyrr hava sæð.  Størsti parturin av teimum ferðandi á leiðini eru norðmenn.  Vit síggja hetta sum ógvuliga kærkomið, bæði fyri Vága Floghavn og føroyska ferðavinnu sum heild, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn at enda.

Widerøe nýtir flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina og taka tey 78 ferðandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2022

14
Leygardagur 03. september 2022

Nú skal snellan hjá Beini roynast

Sverri Rasmussen, útróðrarmaður í Hesti, hevur brúkt svenskar snellur í nógv ár, men nú fer hann at royna eina føroyska. Snelluna hjá Beini Joensen

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Eg havi róð út í nógv ár, og havi nýtt svenskar snellur. Tær eru nú 20 ára gamlar og hava riggað væl, men nú eru tær við at slítast og troyttast, og tí eri eg byrjaður at skifta tær út. 

Tað sigur Sverri Rasmussen, útróðrarmaður í Hesti, sum eigur og rekur bátin Andromeda.

- Tað eru fleiri snellur at velja ímillum, men eg ynski at royna snelluna hjá Beini Joensen. Hon er einkul og sær robust út, so nú fáa vit at síggja. Riggar hon væl, so keypi eg óivað fleiri frá honum. So havi eg eisini snelluserfrøðingin við hondina, sigur Sverri Rasmussen.

[object Object]
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Eg havi havt áhuga í snellum og arbeitt upp á tær í mong, mong ár. Gjøgnum mínar útbúgvingar fekk eg bæði áhuga og ein ávíasn førleika at arbeiða við menning av hesi snelluni, sigur Beinir Joensen í Saltangará.

- Eg eigi hugskotið og havi ment hana, men havi eisini fingið hjálp frá serfrøðini. Hetta er eitt arbeiði, sum hevur staðið uppá í meiri enn 15 ár. Nú eri eg nærum komin á mál, men mangli at fáa garvaðar útróðrarmenn at royna snelluna, sigur hann.

- Norðsøki royndi eina undir Íslandi í summar og teir vóru væl nøgdir eftir at eg rættaði uppá stýringina. Annars eru tað mest frikadellufiskarar, ið hava keypt snellur frá mær, og tá er brúkið sera avmarkað. Tí gleðir tað meg at Sverri nú keypir eina og veruliga roynir hana, tí so fáa vit betri royndir við henni, sigur Beinir Joensen. 

- Snellurnar hjá mær liggja í bíligara endanum og so havi eg ikki gjørt nógvar. Alt hækkar í prísi, so tá eg geri næstu sending, koma tær at kosta nakað meiri enn tær eg havi nú, sigur Beinir Joensen.

[object Object]
Beinir Joensen og Sverri Rasmussen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2022

15 Leygardagur 03. september 2022

Sáttmáli undirskrivaður við Metrostav Norge

J&K Petersen hevur gjørt sáttmála við nýggjan undirveitara, sum skal bora, tryggja og vatntryggja nýggja tunnilin millum Ørðavík og Fámjin

(Mynd: J&K Petersen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sáttmáli varð mánadagin undirskrivaður millum J&K Petersen og Metrostav Norge.

Nýggi undirveitarin skal bora, tryggja og vatntryggja nýggja tunnilin millum Ørðavík og Fámjin.

Metrostav Norge hevur drúgvar royndir innan tunnilsarbeiði. Móðurfelagið, Metrostav, er eitt stórt sentralevropiskt byggifelag, við nærum 5.000 starvsfólkum og verkætlanum í 15 evropiskum londum, skrivar J&K Petersen í tíðindaskrivi.

Sagt verður, at J&K Petersen sær fram til nýggja samstarvið, og bjóða tey Metrostav Norge vælkomið til Føroyar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2022

16 Leygardagur 03. september 2022

Samstarvsavtalan við Ísland endurnýggjað

Íslandsnevndin á Fróðskaparsetri Føroya og Føroyanevndin á Háskóla Íslands hava á 11. sinni hildið frændafund, og samstarvsavtalan partarnar millum varð í hesum sambandi endurnýggjað

Jón Atli Benediktson, rektari á Háskóla Islands, saman við Chik Collins rektara á Fróðskaparsetri Føroya eftir at hava undirskrivað samstarvaavtaluna partanna millum (Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Herfyri var frændafundur hildin í Reykjavík. Frændafundur kallast ráðstevnan, sum nú verður hildin annaðhvørt ár, har Íslandsnevndin á Setrinum og Føroyanevndin á Háskóla Islands bjóða granskarum og framhaldslesandi at halda fyrilestrar.

Grundarlagið undir Frændafundunum er rannsóknarsamstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands, sum rektaraavtala varð gjørd um í 1990. Í fyrstuni vóru Frændafundir hildnir triðjahvørt ár, men nýggja avtalan sigur annaðhvørt ár. Talan er um tvørfakliga ráðstevnu, og londini skiftast um at vera vertur. Eisini verður bók útgivin eftir hvørja ráðstevnu.

Í ár varð Frændafundur fyriskipaður í samstarvi við Stovn Vigdísar Finnbogadóttur og Málvísindastovn Háskóla Íslands.

Í røðu sínari legði Chik Collins, rektari, dent á týdningin, sum tætt universitetssamstarv millum Føroyar og Ísland hevur.

- Vit mugu taka hetta samstarvið í enn størri álvara og fult og heilt verkseta avtaluna millum partarnar. Fyri okkum merkir tað, at vit eisini eiga at veita skeið á enskum máli, so vit veruliga verða før fyri at taka ímóti skiftislesandi úr Íslandi. Um Fróðskaparsetrið skal vera eitt altjóða universitet, sum arbeiðir saman við samstarvsfeløgum og vinum aðrastaðni, so mugu vit bæði vera tað FØROYSKA universitetið og tað føroyska UNIVERSITETIÐ. Hetta er ikki eitt val millum tvey, men partar av tí skyldu, sum okkum er givin í lóg og í okkara strategisku lyftum. Vit mugu finna hesa javnvágina í hollum samskifti sum ein akademiskur felagsskapur og við áliti á egnan mátt, segði Chik Collins m.a.

Rektarin takkaði føroysku Íslandsnevndini og íslendsku Føroyanevndini fyri vælskipaða ráðstevnu, og hann nýtti eisini høvi at rósa góðu fysisku kørmunum, sum Háskóli Islands hevur við góðum og hóskandi bygningum og nútímans hentleikum.

- Á hesum øki eru Føroyar eftirbátur. Virðismetingin av útbúgving, gransking og vísindum verður ikki eins væl endurspeglað í fysisku verðini og á verandi kampussi í Føroyum, ikki enn í øllum førum. Her hava vit nógv at læra av okkara íslendsku frændum, segði rektarin.

Á fundi millum Íslandsnevndina og Føroyanevndina varð frá føroyskari síðu m.a. sett ynski fram um, at vísindafólk í løgfrøði verða partur av næsta Frændafundi, sum verður í Føroyum í 2024. Nú Fróðskaparsetur Føroya veitir fulla útbúgving í lóg, er stórur áhugi fyri løgfrøðiligum máli, og hetta kunnu vísindafólk frá Háskóla Islands geva íblástur til, er hugsanin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2022

17 Leygardagur 03. september 2022

Revsingin fyri brot á skilhaldsreglur herd

Áður hevur sektarstøðið fyri brot á hetta verið 600 krónur og 800 krónur, men nú eru upphæddirnar 1.500 og 3.000 krónur. Vanligastu brotini á skilhaldsreglurnar fara fram í náttarlívinum, tá nógv full fólk eru savnað

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroya Rættur hevur í tveimum dómum í vikuni tikið undir við ákæruvaldinum í, at sektarstøðið fyri brot á skilhaldsreglurnar skal vera hægri.

Skilhaldsreglurnar – ordensbekendtgørelsen – vórðu settar í gildi í Føroyum 1. januar 2021. Skilhaldsreglurnar komu í staðin fyri gomlu politiviðtøkurnar, og áseta m.a. at tað er revsivert at órógva almenna friðin. Vanligastu brotini á skilhaldsreglurnar fara fram í náttarlívinum, tá nógv full fólk eru savnað.

Tá nýggju reglurnar komu í gildi, varð ikki ítøkilig støða tikin til, hvat sektarstøðið skuldi vera. Av tí, at støða ikki var tikin til hetta, er sektarstøðið fyri brot á gomlu politiviðtøkurnar ført víðari. Tað merkir m.a., at sektin fyri at órógva almenna friðin hevur verið 600 krónur og 800 krónur fyri illstøður (bardaga) á almennum stað, sum órógvar onnur.

Metingin hjá Føroya Politi hevur verið, at revsingin hevur verið ov lin. Sektarstøðið er ikki hækkað, tað, sum er farið av hesi øldini, og sektarstøðið hevur tí ongan fyribyrgjandi virknað havt, og samstundis hevur tađ heldur ikki verið ein revsing, sum kann merkjast.

Tí hevur ákæruvaldi ført tvey mál í Føroya Rætti við pástandi um, at sektarstøðið generelt skal hækka. Ákæruvaldið legði við hesum upp til, at sektarstøðið í brotum, sum nevnd omanfyri, ístaðin fyri 600 krónur og 800 krónur skal vera 1.500 krónur og 3.000 krónur. Hesum tók Føroya Rættur undir við.

Tíðindaskriv frá Føroya Politi

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2022

18 Leygardagur 03. september 2022

Ung sova ov lítið

Hetta er serliga tíð, at tey brúka ov nógva tíð á snildfon, teldu, teldli ella sjónvarpi beint fyri songartíð. Hetta staðfestir nýggj donski kanning - Fólkaheilsuráðið hevur gjørt líknandi kanning

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vit menniskju hava í dag stórar heilsuavbjóðingar, tí vit hava broytt atferð, tá ið tað ræður um heilt grundleggjandi menniskjaligar tættir; eitt nú rørslu, kost og svøvn. Vit røra okkum ov lítið og hava sum heild minni góðar kostvanar. Harumframt sova vit ov lítið, og hesir tættir tykjast eisini at hanga saman. Nýggj gransking vísir m.a., at unga ættarliðið hevur stórar avbjóðingar, tí tey ikki sova nóg mikið. 

Tey ungu sova sum heild ov lítið, tí tey brúka ov nógva tíð á snildfon, teldu, teldli ella sjónvarpi fyri songartíð. Hetta er millum annað niðurstøðan í nýggjari kanning hjá Statens Institut for Folkesundhed, sum júst er komin út. Kanningin vísir á, at alt fleiri ung ikki megna at leggja skíggjan frá sær um kvøldarnar og tí eru troytt dagin eftir.

Í donsku kanningini hava tey spurt fleiri enn 11.000 fólk, ið eru 16 ár og eldri um teirra svøvnvanar, t.d. um tey halda seg sova nóg mikið, soleiðis at tey kenna seg hvíld. Her svaraðu umleið helvtin av teimum spurdu í aldrinum 16-24 ár, at tey ikki sova nóg mikið, soleiðis at tey kenna seg hvíld dagin eftir. Tá ið tey vórðu spurd, hvørjar orsøkirnar vóru, svaraðu 80% av teimum ungu monnunum og 70% av ungu kvinnunum, at ein av orsøkunum til manglandi svøvnin var skíggjanýtsla fyri songartíð.

Føroysk tøl frá 2019 siga tað sama

Hetta eru skelkandi tøl, men tað sær tíverri ikki betri út í Føroyum. Í stóru fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað?”, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi í 2019, spurdu vit júst somu spurningar um svøvn sum í donsku kanningini. Sum tað framgongur á figuri 1 niðanfyri, siga áleið 70 prosent av teimum ungu, í aldrinum 18-24 ár, at tey ikki sova nóg mikið, soleiðis at tey kenna seg hvíld dagin eftir. Somuleiðis er tað skíggjanýtsla fyri songartíð, ið er høvuðsorsøkin til, at tey ungu í Føroyum ikki sova nóg mikið. Heili 76 prosent av teimum ungu monnunum og 65% av ungu kvinnunum siga seg fara ov seint í song, tí tey brúka fartelefon, teldu, teldil ella sjónvarp.

[object Object]

Svøvnur er ein grundleggjandi fysiologiskur tørvur, ið er neyðugur fyri, at menniskju kunnu virka bæði kropsliga og sálarliga. Fáa vit ov lítið av svøvni, kann tað í byrjanini ávirka okkara vælveru, gera tað trupult at hugsavna seg og somuleiðis ávirka okkara heilsuatferð neiliga. Ov lítið av svøvni í eitt longri tíðarskeið kann hava neiligar fylgjur fyri okkara immunverju og kann økja um vandan fyri fleiri ymiskum sjúkum, eitt nú hjarta- æðrasjúkum og diabetes. Tí er tað ræðandi, at tað eru so nógv ung, ið siga seg sova ov lítið.

Svøvnur, sálarlig heilsustøða, kostvanar og rørsla hanga saman, soleiðis at sálarlig javnvág, ein kropsliga virkin gerandisdagur og skilagóðir kostvanar fremja góðan svøvn. Hinvegin ger vánaligur svøvnur, at sálarliga heilsustøðan versnar, yvirskotið til at vera virkin og hava góðar kostvanar minkar, so talan er um eina ringa ringrás, um vit ikki sova nóg mikið og nóg væl.

Góð og einføld ráð til betri svøvn

Tað eru longu fimm ár síðani, at Fólkaheilsuráðið kom við skíggjaráðum, har ljós varð varpað á, at skíggjanýtsla kann hava neiliga ávirkan á heilsuna. Eitt av ráðunum var: “Far í song uttan skíggja”. Í desembur 2021 komu vit við einari dagførdari útgávu av skíggjaráðunum, sum umframt eina plakat við yvirskipaðum skíggjaráðum eisini fevnir um ein faldara, ið vísir á neiligu árinini, sum skíggjanýtsla kann hava á heilsuna. Faldarin er gjørdur við støði í gransking.

Skíggjaráðini mæla frá, at man hevur talgildar miðlar í sovikamarinum. Fleiri brúka snildfonina sum vekjara, men mælt verður heldur til, at man brúkar ein “vanligan” vekjara, soleiðis at snildfonin kann liggja í einum øðrum rúmi enn sovikamarinum. Mælt verður somuleiðis til ikki at brúka skíggja ein til tveir tímar, áðrenn farið verður í song. Skíggjanýtsla fyri songartíð ger tað trupult at sovna skjótt og ávirkar svøvngóðskuna. 

Tíðindaskriv frá Fólkaheilsuráðnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2022

19 Leygardagur 03. september 2022

Best er við móðurmjólk

Gigni fer nú at bjóða pinkubarnaforeldrum telefonráðgeving í vikuskiftunum um bróstageving

(Mynd: Gigni)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Gigni fer nú at víðka um tænastuna til pinkubarnaforeldur við telefonráðgeving um bróstageving.

Telefonráðgevingin er í fyrstu atløgu ætlað til foreldur, sum hava avbjóðingar í vikuskiftinum við bróstageving.

Telefonráðgevingin svarar leygardag og sunnudag frá kl. 19 til 21, og tað eru heilsufrøðingar, sum svara telefonini. Byrjað verður í dag.

Móðurmjólkin er besta føðin fyri nýføðingin, og móðurmjólkin inniheldur júst tað, sum barnið skal fáa til tess at vaksa sum best og hava so góða heilsu sum gjørligt. Móðurmjólkin verjir eisini barnið fyri fleiri sjúkur í pinkubarnaaldrinum, sløkkir tostan og er trygd fyri vætutroti. Eisini í longdini hevur bróstagevingin týdning fyri heilsuna bæði hjá barni og mammu. Samstundis vita vit, at tað kunnu koma trupulleikar við bróstagevingini, serliga í byrjanini. Tað kann vera í mun til sár á vørtunum, at barnið ikki vil taka, ov lítil mjólkamongd osfr.

Tilmæli frá WHO og danska heilsustýrinum er, at børn einans fáa bróst til tey eru umleið 6 mánaðir, og lutvíst til tey eru minst 12 mánaðir. Í 2019 vístu tølini hjá Gigni, at 78 prosent av føroyskum børnunum fingu einans móðurmjólk tá tey vóru ein mánað gomul, sløk 71 prosent tá tey vóru fýra mánaðar gomul og sløk 22 prosent tá tey vóru hálvt árs gomul.

- Okkara vón er, at vit við hesi ráðgevingini, kunnu hjálpa nøkrum foreldrum til at halda áfram við at geva bróst, hóast avbjóðingar, nú eisini í vikuskiftinum, skrivar Gigni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2022

20 Leygardagur 03. september 2022

Samanlagt 49 milliónir fyri koronukanningar við landamarkið

Ferðafólk, sum komu til Føroya, rindaðu samanlagt 24 milliónir krónur fyri koronukanningar, og landið rindaði 25 milliónir krónur fyri slíkar kanningar

Í eitt longri tíðarskeið var neyðugt við koronukanning við landamørkini, og hetta kostaði nógv (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Koronufarsóttin kostaði samfelagnum nógvar pengar og eisini ferðafólki, sum í eitt longri tíðarskeið skuldu taka og rinda fyri eina koronukanning við komu til Føroya.

Frá 1. oktober í 2020 til 31. august í 2021 var tað eitt krav at kanna seg, tá ein kom til landið, og hesa tíðina skuldu ferðafólkini sjálvi gjalda fyri kanningarnar, ið kostaðu millum 300 og 400 krónur. 

Samanlagt rindaðu ferðafólk, sum komu til Føroya, 24 milliónir krónur fyri koronukanningar í hesum tíðarskeiðinum, upplýsir Kringvarpið.

Áðrenn nevnda tíðarskeið og frá 16. desember og eina tíð fram, rindaði landskassin fyri kornukanningar við landamørkini. Hetta kostaði landskassanum samanlagt 25 milliónir, skrivar Kringvarpið.

Harvið vórðu samanlagt næstan 50 milliónir krónur nýttar til hetta endamálið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2022

21 Leygardagur 03. september 2022

Heita vatnið á Lygnnesi knýtast í kommunalar bygningar

Um ein rørleiðing uppá umleið ein kilometur verður løgd frá heitu kelduni, kundu kommunalu stovnarnir, ið liggja inni við Sjógv, skúlin, ítróttarhøllin, svimjihylurin, læknaviðtaluhølið o.o. brúkt eina felags hitaskipan við hesum heita vatni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hetta er fyrsta ætlan av sínum slagi í Føroyum. Á sumri 2014 vórðu gjørdar áhugaverdar jarðhitaboringar á Lygnnesi í Kollafirði, haðani tað rann vatn upp úr holunum av yvirtrýsti í undirgrundini.

Hitin á hesum vatni er umleið 27 °C, og tað hevur funnið eina fasta legu, har tað renna tilsamans umleið 16 tons av vatni upp um tíman.

Til samanbering er kelduvatn ella brúksvatn í Føroyum vanliga einar 9-10 °C, tá tað kemur úr krananum, so hetta vatnið er 17 °C heitari, og í orku svarar henda nøgd av vatni til 350.000 litrar av olju. Hetta er gott og væl tað, sum Svimjihøllin í Gundadali, Eysturskúlin og Lágagarður tilsamans brúka um árið í olju til upphiting.

Á Lygnnesi, har vatnið streymar upp, eru bert vanlig sethús, sum kunnu fáa gagn av heita vatninum til upphiting. Um ein rørleiðing uppá umleið ein kilometur verður løgd frá heitu kelduni, kundu kommunalu stovnarnir, ið liggja inni við Sjógv, skúlin, ítróttarhøllin, svimjihylurin, læknaviðtaluhølið o.o. brúkt eina felags hitaskipan við hesum heita vatni.

Fleiri uppskot hava verið frammi um, hvussu heita vatnið á Lygnnesi kann nýtast til upphiting av kommunalu bygningunum, sum liggja inni við Sjógv. Enn hevur einki borið á mál.

Umsitingin metir, at tað er týdningarmikið, at kommunan umsíðir fær sett í verk eina grøna verkætlan at gagnnýta heitu kelduna á Lygnnesi. Nýggi barnagarðurin Kura verður upphitaður við jarðhita. Sostatt høvdu allir kommunalu bygningarnir í Kollafirði verið upphitaðir við varandi orkukeldum.

Býráðið samtykti í 2016 umhvørvispolitikkin ‘Grøna Leiðin’, har kommunan hevur sett sær sum mál at skerja CO2-útlátið við at gera ymisk orkusparandi átøk. Eitt av málunum er at knýta kommunalu bygningarnar í varandi orkukeldur.

Somuleiðis er ein orkupolitikkur fyri Tórshavnar kommunu, har stórur dentur verður lagdur á at leggja um til grønar ella varandi orkukeldur. Hetta tí, at upphiting av bygningum er størsti orkuslúkurin í CO2-roknskapinum hjá Tórshavnar kommunu, nevniliga 41 prosent.

Umlegging frá olju til varandi orkukeldur í sambandi við upphiting er avgerandi, um kommunan skal røkka málinum, sum sett er um 50% minni útlát av CO2 í 2027. Burðardygg orka er somuleiðis eitt av heimsmálunum hjá ST.

Ítøkiliga verkætlanin, at gagnnýta heitu kelduna í Kollafirði til upphiting av kommunalu bygningunum inni við Sjógv, er tískil beinleiðis í tráð við umhvørvispolitikkin hjá Tórshavnar kommunu.

Nevnast kann eisini, at hóast hesir kommunalu bygningar verða upphitaðir við orku frá heitu kelduni, so er framvegis hitaorka tøk til at knýta umleið 125 sethús aftrat í orkuna frá heitu kelduni. Tað kundi t.d. verið húsini, sum liggja eystan fyri skúlan við Sjógv, ella nýggja útstykkingin á Lygnnesi.

Eitt uttandura vælveruøki við hitapottum ella líknandi kann eisini gerast á økinum við svimjihylin, um tað er nóg mikið av avlopsorku til hetta.

Kostnaðarmetingin fyri samlaðu verkætlanina er umleið 7,5 milliónir krónur. Mælt verður til at gera eina meiri nágreiniliga meting av samlaða kostnaðinum fyri ætlanina. Við verandi prísum hjá Magn og SEV verða rakstrarútreiðslurnar mettar at vera minst 50 prosent lægri.

Viðlíkahaldið av hesari orkuskipan umfatar eftirlit av hitapumpum og vatnpumpum. Harafturímóti slepst undan viðlíkahaldi av ketlum, skorsteinum og oljutangum.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið hevur játtað stuðul til verkætlanina sambært umsóknini, ið send varð. Stuðulin er áljóðandi eina millión krónur, treytað av at verkætlanin er byrjað í seinasta lagi triðja ársfjóring 2022, og at Tórshavnar kommuna veitir somu upphædd til verkætlanina.

Verkætlanarleiðslan og fíggjarligi raksturin verður hjá Tórshavnar kommunu. Jarðfeingi er við sum jarðfrøðiligur serkunnleiki og fakligur samstarvsfelagi.

Í sambandi við leiðingina, sum skal leggjast frá Lygnnesi til kommunalu bygningarnar, verður kannað, um til ber at leggja vatnrørið í niðara borði omanav landsvegnum omanfyri Lygnnes. Á henda hátt slepst undan at grava upp veg ella gongubreyt. Eisini er møguligt at leggja rørið, so møguligir avstikkarar og “nærhitaskipanir“ kunnu gerast til býlingarnar í økinum norðureftir móti kommunalu bygningunum.

Umsitingin mælti til at játta eina millión til beinanvegin at fara undir verkætlanina. Náttúru- og umhvørvisnevndin tók 22. august undir við tilmælinum, og tað gjørdi fíggjarnevndin eisini 24. august.

Málið varð einmælt samtykt í Tórshavnar býráði í vikuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2022

22 Leygardagur 03. september 2022

Heldur við tyrlu enn við Herjólfi III

Áhugin at flúgva við tyrlu úr og til Suðuroynna síðani Herjólfur III fór í sigling, hevur verið stórur. Men nú Atlantsflog fer undir vetrarflúgving verður bert flogið tvær ferðir um vikuna

(Mynd: Suðurrás.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Áhugin fyri at flúgva við tyrluni úr Suðuroynni til Havnar og suðuraftur er óvanliga stórur. Tað skrivar Suðurrás á heimasíðuni.

Tyrlan hevur í summar flogið tríggjar dagar um vikuna, og hevur verið ein góður møguleiki hjá fleiri, nú farleiðin um Suðuroyarfjørð er skerd. Men nú Atlantsflog fer undir vetrarflúgving, verður bert flogið tvær ferðir um vikuna. Mikudag og fríggjadag.

Suðurrás skrivar, at tyrlan um middagsleitið var tyrlan fullsett til Havnar, har fólk úr Suðuroynni og eisini úr Stóra Dímun vóru við. 

- Fleiri teirra greiddi frá, at tey ikki tordu at sigla við Herjólfi, tí valdu tey heldur at fara við tyrlun, skrivar sudurras.fo.

Herjólfur III røkir Suðuroyarleiðina fyri Smyril í góðan mánað afturat.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2022

23 Leygardagur 03. september 2022

Tríggir nýggir innsavningarbilar til IRF

Bilarnir hava mest framkomnu tøknina, bæði hvat viðvíkur trygdarskipan, økonomi og umhvørvi

(Mynd: IRF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

IRF hevur keypt tríggjar nýggjar bilar, sum savna gráar, hvítar og reyðar posar inn frá húsarhaldum í miðøkinum.

Tað skrivar IRF á heimasíðuni.

Bilarnir eru tvídeildir, og savna tí bæði hvítar posar við pappíri og pappi til endurvinning, umframt gráar posar við vanligum húsarhaldsruski. Harafturat er eisini eitt rúm til reyðu posarnar við serliga dálkandi burturkasti.

Nýggju bilarnir komu til landið fyri nøkrum vikum síðani, og eru nú tiknir í nýtslu ístaðin fyri teir gomlu. Gomlu bilarnir vóru 10 ára gamlir og væl brúktir, so tað trongdi til eina útskifting.

Bilarnir eru av slagnum Scania, og hava mest framkomnu tøknina, bæði hvat viðvíkur trygdarskipan, økonomi og umhvørvi. Tað passar væl inn í umhvørvispolitikkin hjá IRF í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari, at hesir nýggju bilarnir, umframt at vera umhvørvisvinarligir, eisini kunnu nýta biodiesel sum brennievni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2022

24 Leygardagur 03. september 2022

Útoyggjafelagið: Nevnd og umboðsráð heldur fram

Farna vikuskiftið hevði Útoygjafelagið aðalfund í Skúgvi

(Mynd: Útoyggjafelagið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nevndin í Útoyggjafelagnum heldur fram, og umboðsráðið skipar seg við somu manning. Tað er greitt eftir at felagið helt aðalfund í Skúgvi farna vikuskiftið.

Aðalfundurin varð hildin í Brúgvafjósinum, sum er er hølið hjá Fornminnafelagnum í Skúgvi.

Á fundinum var avrátt, at felagið komandi árið skal leggja dent á kommunuviðurskifti, samferðsluviðurskifti og dagføring av útoyggjaálitinum.

Felagið skrivar, at málið er at útoyggjar fáa betri tænastu, og at vitanin um støðuna hjá útoyggjunum verður dagførd.

Í nevndini hjá felagnum sita Óla Jákup úr Dímun, formaður, Olga Biskopstø, samskipari, og Marius á Geilini.

Í Umboðsráðnum sita: Johanna Maria Isaksen, Húsar, forkvinna, Harry Jensen, Skúvoy, Óli á Geilini, Svínoy, skrivari, Jóhannus Kallsgarð Joensen, Trøllanes, Andras í Frammistovu, Kirkja, Johanna Hansen, Hattarvík, Magnus Eliasen, Mikladalur, Katrina Johannesen, Mykines, Kartin Lenvig, Hestur og Jógvan Jón Petersen, Stóra Dímun.

[object Object]
(Mynd: Útoyggjafelagið)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2022

25 Leygardagur 03. september 2022

Kajhúsið á Válinum skal takast niður

Kvívíkar kommuna ynskir ikki at gera ábøtur á húsið, og tað er ikki heilt vandaleyst at lata tað standa, sum tað ger

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kvívíkar bygdaráðið hevur samtykt at taka kajhúsið á Válinum niður. Orsøkin er, at húsið er í vánaligum standi, og kommunam ynskir ikki at gera ábøtur á húsið.

Tað er heldur ikki heilt vandaleyst at lata tað standa, sum tað ger. Tí er avgerð tikin um, at húsið skal takast niður nú.

Kvívíkar kommuna er vitandi um, at ymist er inn í húsinum, sum borgarar eiga. Viðkomandi eigarar verða bidnir um at taka tað út, sum tey eiga.

Hetta skal verða gjørt áðrenn 1. oktober. Tá verður farið í holt við at taka húsið niður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2022

26 Leygardagur 03. september 2022

Eysturoyingar fáa egnan portal

eyp.fo sá dagsins ljós í dag

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eysturoyingarnir Hans Jacob á Líknargøtu og Jógvan Óli Kristiansen hava stovnað nýggju heimasíðuna “Eysturoyarportalin”.

Hugskoti hevur verið leingi frammi og vent, men endaliga stigið er nú tikið.

- Hetta hevur verið ein dreymur hjá okkum stigtakarum í langa tíð. Hugskotið og endamálið við portalinum er fyrst og fremst, at geva eysturoyingum ein “pall” at standa á, har lokalu viðurskiftini; bæði innan vinnuna, ítróttin, mentunarlívi og trúarlívi o.a koma á breddan.

- Eysturoyggin hevur ikki havt nakað talirør, men við hesi heimasiðuni er ætlanin, at eysturoyingar eisini sleppa framat, , siga stigtakararnir.

Heimasíðan varð sjósett týsdagin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2022

27 Leygardagur 03. september 2022

Nicolina av Kamarinum farin

Føroya fremsti kvinnuligi sangskrivari gjørdist 84 ára gomul

(Savnsmynd: Regin Dalsgaard)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroya fremsti kvinnuligi sangskrivari, Nicolina Jacobsen, kallað Nicolina av Kamarinum, doyði týsdagin, 84 ára gomul.

Nicolina varð fødd í Havn 28. juli 1938, og gjørdist kend víða um sum røddin í vælumtókta bólkinum Tey av Kamarinum, sum hon mannaði saman við fleiri av brøðrum sínum. Tey av Kamarinum byrjaðu at spæla saman í fimmti árunum, og góvu fleiri av sangum teirra út á stakfløgum fyrst í seksti árunum. Nicolina skrivaði flestu av sangunum.

Hon hevði eini sjáldsom evni at skriva góðar sangir á føroyskum, nakað, ið ikki var so nógv at hoyra tá fyrst í sekstiárunum, tá Tey av Kamarinum veruliga komu seg fram.

Millum væl umtóktu og ódeyðiligu sangir hennara eru “Mær leingist”, “Tá kvøldið kemur” og “Teir sigla um havið so víða”.

Nicolina Jacobsen, var gift Bjørgheðin, og tey búðu mesta av lívi teirra á Langasandi, til tey á eldri árum valdu at búseta seg í Danmark. Nú eru bæði farin.

Nicolina og systkin hennara av Kamarinum eru hesi seinastu árini heiðrað við eitt nú heiðursgávu landsins og serligum tónleikaheiðuri frá FMA. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2022

28 Leygardagur 03. september 2022

Føroyskir tónleikarar út í Evropa

– Føroyar eru umboðaðar við fleiri góðum tónleikarum og bólkum á øllum teimum komandi stóru showcasefestivalunum í Evropa seinast í hesum árinum, sigur leiðarin í Faroe Music Export (FMX), Glenn Larsen

Dania O. Tausen fer í næstum at hava sína fyrstu konsertin í Norðurlondum. Tað verður á Vill Vill Vest í Bergen (Mynd: Gwenael Akira Helmsdal)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað er ikki so langt síðan, at heilir fýra føroyskir tónleikarar stóðu á pallinum á tí viðurkenda showcasefestivalinum, The Great Escape i England í mai, og veruliga gjørdu vart við seg.

Leiðarin í Faroe Music Export (FMX), Glenn Larsen, var ikki minni fegin, tá ið hann frammanundan helt, at "hetta fer tónleikavinnan í øllum Europa at leggja merki til", eitt, ið vísti seg at vera væl sagt av tí, at tað føroyska fótafarið gjørdist samrøðuevni millum fleiri luttakarar á stevnuni.

Stutt eftir, neyvari sagt seinast í juni, fór FMX víðari við at kunngera, at heili fimm føroysk listafólk vóru klár til Iceland Airwaves í Reykjavík, og tað er metnógv. Samstundis varð varliga nevnt, at munandi meira var í væntu fyri okkara komandi ungu listafólk, og tað longu í 2022.

Og tað vísir seg at vera ikki so heilt lítið:

Longu nú fyrstu dagarnar í september stendur Dania O. Tausen sum tað fyrsta føroyska listafólkið á pallinum á Vill Vill Vest í Bergen, ein festivalur, sum ikki er ólíkur SPOT í Danmark. Hetta verður fyrsta uttanlandskonsertin hjá Daniu í Norðurlondum og eitt frálíkt høvi at vísa seg fram og møta tí norðurlendska marknaðinum fyri fyrstu ferð, boðar Faroe Music Export (FMX) frá í tíðindaskrivi.

[object Object]
Brimheim framførdi á Voxbotn í summar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bara tvær vikur seinni byrjar by:Larm-festivalurin í Oslo, sum sambært festivalinum sjálvum er bæði tann størsti og týdningarmesti showcasefestivalurin í Skandinavia. Her sleppa áhoyrararnir og tónleikavinnan at uppliva bæði Brimheim og Joe & The Shitboys.

Sambært bíleggingarstjóranum í by:Larm, Sverre Aksel Eilertsen, er hetta fyrstu ferð í søgu by:Larms, at Føroyar eru umboðaðar við tveimum nøvnum sama ár. Eivør var á festivalinum í 2006, og Konni Kass stóð á pallinum í Oslo í 2018. Bæði Brimheim og Joe & The Shitboys fara at hava tvær konsertir í part á festivalinum í september.

[object Object]Joe & the Shitboys á The Great Escape festivalinum fyrr í ár (Savnsmynd: Jamie MacMillan)

Bara eina viku eftir by:Larm bíðar tann stóri og viðurkendi Reeperbahn festivalurin. Festivalurin í Hamburg sigst vera tann størsti og týdningarmesti showcasefestivalurin á einum av heimsins størstu musikkmarknaðum: Týskland. Eisini her bíða konsertir við Joe & The Shitboys og Brimheim, ið bæði fara at nýta høvið til at gera hetta til eina lopfjøl til víðari satsing á økinum.

Eisini Marius DC, ið vann Sement 2022 í vár, fer út at ferðast. Ungi rapparin er úttikin sum tað fyrsta føroyska listafólkið higartil til festivalin New Skool Rules í Rotterdam í oktober, ein showcasefestivalur, ið lýsir við at vera tann størsti showcasefestivalurin fyri hiphop og rap í Evropa. Marius er haraftrat eitt av teimum fimm listafólkunum, sum er til reiðar at fara á Iceland Airwaves saman við Janus Rasmussen, Brimheim, Kóboykex og Guðrið Hansdóttir.

– Hetta eru rættiliga spennandi tíðir hjá føroyskum tónleiki og tónleikavinnu, sigur Glenn Larsen.

– Umframt alt tað omanfyrinevnda, hava vit gott samskifti við Trondheim Calling fyri februar 2023, sum tíverri varð avlýst í 2022 av teimum táverandi koronureglunum. Meira um hetta fáa vit vónandi kunngjørt longu í september. Vit vænta eisini at fáa pláss til fleiri føroysk listafólk á stórum festivalum sum Eurosonic (ESNS) í januar og Tallinn Music Week og SPOT í mai. Vit hava eisini veruliga gott samband við Reeperbahn Festival og The Great Escape um festivalarnar í 2023. – millum fleiri aðrar, sigur hann.

–Umboð fyri bæði Reeperbahn Festival og The Great Escape vóru annars millum luttakararnar á G! Festivalinum í ár, her tey upplivdu fleiri konsertir við lokalum listafólkum, føroyska mentan og ein góðan fund við ta føroysku tónleikavinnuna. Nú eru vit sera spent at vita, hvat allir hesir møguleikarnir fara at bera okkum víðari.

FMX fer at vera til staðar á teimum flestu av teimum nevndu festivalunum, bæði sum umboð og luttakari í panelsamrøðum og tílíkum.

[object Object]Marius DC (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2022

29 Leygardagur 03. september 2022

Hátíðarhald í Nólsoy í dag

Minnispláta verður avdúkað í Krókagøtu nú hundrað ár eru liðin síðan Steffan Danielsen varð borin í heim

"Morgun, á trappuni í Nólsoy" eftir Steffan Danielsen (Mynd: art.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í dag verður hátíðarhald í Nólsoy í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðan listamálarin Steffan Danielsen varð borin í Heim. Minnispláta verður avdúkað og røður og sangur verða.

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum bjóðar vælkomin í Krókagøtu í Nólsoy, har Leif Hansen stendur fyri sanginum og Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og formaður í mentamálanevndini, fer at halda røðu.

Síðan fer borgarsjtórin av avdúka minnisplátuna, og aftaná at nólsoyingar hava sungið, bjóðar kommunan ein drekkamunn í Royndarhúsinum. Tiltakið byrjar klokkan 14. Ternan siglir undan og eftir hátíðarhaldið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2022

30 Leygardagur 03. september 2022

Harry Styles kemur aftur til Danmarkar næsta ár

Í juli varð konsert hansara í Royal Arena í Keypmannahavn avlýst orsakað av skottilburðinum í sølumiðstøðini Field's, men í mai fer bretska poppstjørnan at hava nýggja konsert í Danmark

Harry Styles á Brit Awards í 2020 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

3. juli skuldi bretska poppstjørnan Harry Styles, sum fyrst gjørdist kendur sum ein av limunum í bólkinum One Direction, hava konsert í Royal Arena í danska høvuðsstaðnum. 

Men nakrar fáar tímar áðrenn konsertin skuldi byrja, var ein skottilburður í sølumiðstøðini Field's, sum liggur nakrar fáar hundrað metrar frá staðnum, og tí varð konsertin fyrst útsett og síðani avlýst.

Trý fólk lótu lív í skottilburðinum í Field's, og fleiri onnur vórðu særd.

Konsertin hjá Harry Styles var útseld, og umleið 90 prosent av teimum 13.500 áhoyrarunum vóru møttir upp, tá boðað varð frá, at konsertin varð avlýst.

Danskir miðlar skriva nú, at Harry Styles fer at hava nýggja konsert í Danmark. Tað verður í Casa Arena í Horsens 13. mai 2023.

Boðað verður frá, at tey, sum keyptu atgongumerki til avlýstu konsertina hava framíhjárætt til komandi konsertina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2022

31 Leygardagur 03. september 2022

Doyði beint undan altjóða gjøgnumbrotinum

Suðurafrikanska sjónleikakvinnan, Charlbi Dean, doyði óvæntað mánadagin, 32 ára gomul

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

32 ára gamla modellin og sjónleikarin, Charlbi Dean úr Suðurafrika, doyði knappliga mánadagin á einum sjúkrahúsi í New York. Tað skrivar miðilin Variety. Ikki er komið fram, hvat deyðsorsøkin er, men talan er um brádliga íkomna sjúku, verður sagt.

Dean stóð júst frammanfyri sínum altjóða gjøgnumbroti sum sjónleikari. Hon spæir ein av høvuðsleiklutunum í filminum ‘Triangle of Sadness’ hjá svenska Ruben Östlund, sum vann gullpálmurnar undir filmsfestivallinum í Cannes í mai. Hon var eisini við á reyðu langmáttunum, tá filmsliðið varð heiðrað í Cannes.

Filmurin er ikki sendur út í biohøllirnar enn. Eftir ætlan hendir tað síðst í september, fyrst í Danmark og Fraklandi.

Aðrir størri leiklutir í hesum filmi verða spældir av eitt nú Woody Harrelson, Harris Dickinson og donsku sjónleikarunum Vicki Berlin og Zlatko Buric.

Charlbi Dean vaks upp í Cape Town og byrjaði longu sum barn at arbeiða sum modell. Í 2010 var hon við í einum filmi fyri fyrstu ferð. Talan er um filmin ‘Spud’, og síðan hevur hon spælt leiklutir í fleiri øðrum, eitt nú í DC Comics-røðini 'Black Lightning'.

Filmsfelagið sýnir filmin 'Triangle of Sadness' í Havnar Bio mikukvøldið 12. oktober kl. 20.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2022

32 Leygardagur 03. september 2022

Tekniskt brek útsetti mánaferð

Artemis 1-rakettin er tann fyrsta í eini ætlan at senda fólk aftur út á mánan

40 minuttir áðrenn ætlaðu útskjótingina, varð hon avblást (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Amerikanski rúmdarstovnurin, Nasa, tók mánadagin avgerð um at útseta ætlaðu útskjótingina av Artemis-rekettini í dag. Orsøkin var tekniskir trupulleikar.

Talan er um eina ómanna rakett, sum skal sendast í ringrás um mánan. Hetta er fyrsti liður í eini ætlan, sum í komandi árum skal føra astronautar upp á mánan. Tað eru liðin 50 ár síðan amerikanarar seinast sendu fólk á mánan.

Talan var um onkran leka í motorinum, sum tað ikki eydnaðist at tetta, og tí varð útskjótingin, sum skuldi havt verið um hálvgun tvey tíðina okkara tíð blást av. Avgerðin um at útseta útskjótingina varð tikin 40 minuttir áðrenn ætlað “take-off”.

Nasa upplýsir í sama viðfangi, at Artemis-1-rakettin er í tryggum standi.

Nú skal íkomni trupulleikin loysast, og so verður rakettin send út seinni, skrivar Ritzau.

Les eisini: Nasa fer undir mánaferðir aftur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2022

33 Leygardagur 03. september 2022

Mikhail Gorbatjov deyður

Seinasti leiðarin í Sovjetsamveldinum er deyður, 91 ára gamal

Mikhail Gorbachev (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinasti leiðarin í Sovjetsambandinum, Mikhail Gorbatjov, er deyður. Tað upplýsti russiska tíðindastovan Interfax týsdagin. Hann var 91 ár nú hann andaðist.

Skrivstovan hjá Gorbatjov hevur áður upplýst, at hann varð undir viðgerð á sjúkrahúsi í Moskva, sum russiskar tíðindastovur síðan endurgóvu fyri upplýsingar um andlátið.

Mikhail Gorbatjov var leiðari av Sovjetsamveldinum frá 1985 til 1991, og var við til avgerandi samráðingar um avvápna, sumt tók jarntjaldið í Evropa niður og førdi til endan av kalda krígnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2022

34 Leygardagur 03. september 2022

USA vil hava sendifólk í Arktis

Amerikanski uttanríkisráðharrin fer skjótt at velja eitt sendifólk, sum skal samskifta við aðrar arktiskar tjóðir, upprunafólk og onnur áhugað í økinum, upplýsir amerikanska uttanríkisráðið

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken fer at seta eitt sendifólk fyri USA í Arktis (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

USA ætlar at seta eitt sendifólk fyri Arktis, sum skal styrkja diplomatiska sambandið í økinum.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken fer skjótt at velja eitt sendifólk, sum skal samskifta við aðrar arktiskar tjóðir, upprunafólk og onnur áhugaði, upplýsir talsfólk fyri ráðið sambært Ritzau.

Eitt Arktis, sum er friðarligt, støðufest, framburðarríkt og ført fyri at samstarva hevur avgerandi strategiskan týdningn fyri USA, og er tað nakað, sum Blinken raðfestir høgt, verður sagt.

Fráboðanin um, at USA fer at seta eitt sendifólk fyri Arktis kemur eftir sámráðingar í Grønlandi.

Ein av uppgávunum hjá nýggja sendifólkinum hjá USA í Arktis verður at seta seg í samband við hini londini, sum hava umboðan í Arktiska Ráðnum. Samstarvið í Arktiska Ráðnum steðgaði upp í mars orsakað av russisku innrásini í Ukraina, av tí at Russland hevur fomansskapin í ráðnum í løtuni.

Nýggja amerikanska sendifólkið í Arktis kemur í staðin fyri artiska samskiparan, sum higartil hevur verið amerikanski Jim DeHart. Enn er ógreitt, hvør verður settur sum sendifólk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2022

35 Leygardagur 03. september 2022

Heimsins einsamallasti maður deyður

Livdi í brasilska frumskógnum - var seinasti eftir í sínum bólki

(Mynd: Funai / BBC)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tann seinasti yvirlivandi í einum  bólki av upprunafólki í Brasil er deyður.

Ongin kendi navnið á manninum, sum livdi í fullkomnum einsemi hesi seinastu 26 árini.

BBC skrivar, at hann var kendur sum ‘Man of the Hole’ tí hann gróv djúpar holur, bæði til at fanga dýr, men helst eisini at fjala seg í.

Líkið av manninum varð funnið 23. august í eini heingikoyggju uttan fyri strásmáttu hansara. Har vóru ongin tekin um harðskap.

Hildið verður, at maðurin var umleið 60 ára gamal.

Hann var tann seinasti, sum var eftir av einum bólki, sum búði í Tanaru-økinum í Rondônia-landslutinum nærhendis markið til Bolivia.

Roknað verður við, at meginparturin av bólki hansara varð dripin í 1970-árunum av bóndum, sum vóru úti eftir lendinum hjá teimum.

Í 1995 vórðu seks av fólkunum dripin tá bólkurin varð álopin av nøkrum óløgligum námsarbeiðarum. Tá gjørdist hesin maðurin hin seinasti, sum var eftir í bólkinum.

Brasilska stjórnarskrivstovan viðvíkjandi upprunafólkinum, Funai, fekk kunnleika til mannin í 1996, og hevur síðan roynt at verja økið har hann búleikaðist.

[object Object]Mynd av eini av smáttunum, sum einsamalli maðurin bygdi sær (Mynd: Funai / BBC)

Ein eftirlitsmaður hjá Funai, Altair José Algayer, kom fram á líkið á eini eftirlitsvitjan. Líkið lá í eini heingikoyggju, fjaldt av papageykafjaðrum. Serfrøðingar meta, at maðurin sjálvur hevur fjalt seg undir fjaðrunum, og hevur vita, at hansara dagar vóru taldir. Mett verður, at maðurin hevur ligið í heingikoyggjuni í millum 40 og 50 dagar áðrenn hann varð funnin.

Ongi tekin vóru um, at fremmandafólk høvdu trongt seg inn á økið hjá honum, siga embætisfólk.

Líkið av manninum skal nú kannast fyri at vita, um hann kanska hevur fingið onkra smittu. Av tí at maðurin hevur livað uttan samband við nakran uttanfyristandandi, vita tey ikki, hvat mál maðurin tosaði og hvørjum fólkaslag hann var av.

Í 2018 eydnaðist tað fólkum hjá Funai at fáa nakrar óklárar myndir av manninum, meðan hann høgdi í eitt træ við onkrum amboði, ið líktist eini øks. Funai-fólkini komu tilvildarliga fram á mannin. Síðan varð hann ikki sæddur aftur, men Funai-fólkini komu stundum fram á hansara strásmáttur og á holurnar, sum hann gróv.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2022

36 Leygardagur 03. september 2022

Fyrsta oljuskipið á Atlantsmóti í søguna

Petrojarl Foinaven var framleiðsluskipið, FPSO, sum tók ímóti fyrstu oljuni í nýggja oljulandslutinum á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar fyri 25 árum síðani  

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eitt týðandi tíðarskeið í bretsku oljusøguni endaði nú um dagarnar, tá 25 ára gamla flaggskipið á Atlantsmótinum, tvs. økinum millum Hetland og Føroyar, Petrojarl Foinaven, loysti akkerini og varð sleipað til vesturskotsku havnina í Huntingston.

Avgerð er síðani tikin um, at skipið skal høggast upp í Danmark. Oljuskipið hevur tænt sína uppgávu øll hesi árini í harðbalna Atlantshavi skamt frá føroyska markinum. Har hevur tað staðið fyri einum týðandi parti av bretsku oljuframleiðsluni.

[object Object]Petrojarl Foinaven sleipaður til skotska havn eftir 25 ára tænastu nær við føroyska markið

Nú skipið ikki longur er á oljuleiðini umrøður BP, sum er fyristøðufelag, lagnuna hjá stóru oljukelduni, ið framvegis goymir 200 milliónir tunnur av olju. Petrojarl Foinaven var so mikið illa farið vegna veður og vind og áhaldandi framleiðslu í fjórðings øld, at tað ikki var forsvarligt longur at brúka tað í framleiðsluni.

Foinaven oljuleiðin, sum var tann fyrsta, ið fór undir framleiðslu á Atlantsmótinum, hevur eisini havt serstakan týdning fyri oljutilgongdina í Føroyum. Tá keldan varð funnin í 1990 var tað manningin á Teistanum, sum avdúkaði ein gassloga, ið brádliga stóð upp úr leitipallinum Ocean Alliance.

Hesin varð fyrsta prógvið um, at olja í rakstrarverdum nøgdum varð funnin eystan fyri føroyska markið. Og henda hendingin gjørdist eisini  katalysatorurin til føroyska oljuleiting, sum tók seg upp 10 ár seinni. Hon fekk oljufeløg at hyggja longur vestur í hav til Føroya.

Tíðindini um eina risastóra oljukeldu so nær Føroyum fingu bæði føroyskar myndugleikar og útlendsk oljufeløg at varpa ljós á føroysku undirgrundina. Nú olja var so tætt við markið, kundi tað ikki eisini givið eina ábending um, at olja eisini mundi vera í føroysku undirgrundini?

Eitt ár eftir at Foinaven keldan varð funnin varð gjørd avtala millum Føroyar og Danmark um yvirtøku av undirgrundini, og tað saman við oljufundinum hinumegin markið setti av álvara gongd á føroysku oljutilgongdina.

Fyrsta framleiðslan frá Foinaven gjørdist veruleiki í 1997, og tá vóru eisini fyrireikingarnar til fyrstu føroysku oljuleitingina komnar so mikið langt, at fyrsta leitiumfarið í Føroyum kundi fara av bakkastrokki trý ár seinni.

Enn ein stór oljukelda varð funnin nærhendis Foinaven og fekk hon navnið Schiehallion, og fór hon undir framleiðslu í 1998.

Í 1999 varð avtala gjørd um undirgrundarmark millum Føroyar og Bretland, og árið eftir buðu fyrstu oljufeløgini uppá leitiøki í Føroyum. 

Petrojarl Foinaven slóðaði í veruleikanum fyri olju- og gassævintýrinum á Atlantsmótinum øllum. Eftir Foinaven og Schiehallion keldurnar vórðu latnar upp, kom túrurin í 2005 til oljurisan Clair, sum varð funnin í 1977. Men tøknin var ikki ment til at byggja út kelduna tá og skuldu ganga nærum 30 ár, áðrenn hol varð sett á fyrstu útbyggingina á Clair.

[object Object]Teistin uppdagar gassloga frá Foinaven kelduni nær føroyska markið. Hesin skuldi fáa stóran týdning fyri leitiáhugan í Føroyum seinni.

Síðani er enn ein stór útbygging gjørd har, Clair Ridge, og í dag stendur triðja útbyggingin fyri framman, Clair South.

Av øðrum útbyggingum av olju- og gasskeldum á Atlantsmótinum kunnu nevnast Solan og Lancaster har suðuri, og síðani longur norðuri stóra gassútbyggingin Laggan Tormore og Glenlivet og Edradour. Allar hesar mongu keldurnar eru í dag ein týðandi veitari av orku til Bretlands. Og um nøkur ár koma møguliga tvær nýggjar aftrat, nevniliga Cambo og Rosebank.

Nú Foinaven oljukeldan í hvussu er fyribils er latin aftur, verður nógv gitt í bretskum orkumiðlum, hvør framtíðar lagnan verður hjá hesi enn stóru oljukelduni. Enn er ikki greitt, hvørjar ætlanir BP, sum eigur 100 prosent av henni, hevur. Ein møgleiki er, at BP fer undir eina endurútbygging á staðnum ella møguliga knýtir komandi framleiðsluna í grannakelduna Schiehallion. Eisini er møguligt, at BP lýsir kelduna til sølu, og at fleiri onnur feløg, sum virka vestan fyri Hetland, kunnu hugsast at keypa.

Tekur BP avgerð um at halda fram við Foinaven, fer felagið uttan iva at leggja stóran dent á elektrifisering av komandi framleiðsluni, eins og tað í løtuni ger í sambandi við eina aðra útbygging á Atlantsmótinum, nevniliga Clair South longur norðari. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2022

37 Leygardagur 03. september 2022

Nú fara bretar at byggja út kjarnorkuna 

Boris Johnson, forsætisráðharri í Bretlandi, setir út í kortið ein nýggjan orkupolitikk, sum skal tryggja orkutrygdina í Bretlandi í framtíðini

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Boris Johnson fer at seta av 700 milliónir pund á fíggjarlógini til tað fyrsta av átta nýggjum kjarnorkuverkum. Í løtuni verður eitt nýtt kjarnorkuverk bygt í Bretlandi.

Boris Johnson vil við hesum stigi eisini leggja lunnar undir orkupolitikkkin hjá komandi forsætisráðharranum, sum mangt bendir á verður Liz Truss. Hon dystast í løtuni móti tí konservativa Richi Sunak, og úrslitið av valinum verður greitt mánadagin. 

Liz Truss sigur við bretskar miðlar, at hon fer at raðfesta kjarnorku, varandi orku so sum vindorku eins og nýggja olju- og gassleiting í Norðsjónum. Hon vil fara so mikið langt, verður hon forsætisráðharri, at seta hol á aftur kjakið um “fracking”, sum higartil hevur verið bannað í Bretlandi eins og í flestu evropeisku londunum. Hetta er tann orkuframleiðslan, sum hevur verið raðfes høgt í USA, og sum hevur verið við til at nøkta tørvin á orku og steðga innflutninginum. 

Viðmerkjarar siga við BBC, at kjarnorkuætnaninar fara ikki at bøta um verandi orkustøðu í Bretlandi, tí tað fer at taka millum 10 og 15 ár at byggja eitt kjarnorkuverk.

Okkurt annað má gerast fyri at bøta um støðuna, sum methøgu orkuprísirnir hava sett húsarhald í. Roknað verður við, at húsarhald skulu til at rinda 3.000 pund meira um árið í orkurokningum, um orkuprísirnir fara at vera so høgir. Vandi er eisini fyri, at 3 milliónir bretar koma undir fátækramarkið orsakað av eitt nú methøgu orkuprísunum. 

Ein spurningur, sum eisini er nógv frammi í kjakinum, er serstaki "windfall" skatturin, sum oljufeløg skulu gjalda. Hesin var samtyktur herfyri, men nú verður tosað um at seta í verk enn ein slíkan eykaskatt á olju- og gassfeløg. Tað ljóðar, at Liz Truss er ímóti at leggja størri skatt á oljufeløgini, men vil heldur hava tey at gera fleiri íløgur í olju- og gassvirksemi í Norðsjónum. Andstøðuflokkarnir Labor og teir liberalu raðfesta ein nýggjan eykaskatt á oljufeløg høgt í teirra orkupolitikki. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2022

38 Leygardagur 03. september 2022

Heimsins størsta havvindmylnulund undir framleiðslu í Bretlandi

Talan er um Hornsea 2, sum fer at veita streym til 1,3 milliónir húsarhald 

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Heimsins størsta havvindmylnulund, Hornsea 2 út fyri bretsku strondina, er einki minni enn ein sólskinssøga. Bretar hava veruliga  brúk fyri góðum tíðindum í hesum døgum, har methøgu orkuprísirnir raka bretskar familjur sera meint.

Vindorkan er í løtuni tann bíligasta orkan, og tí seta nógvir bretar sítt álit á eina orkuframtíð, har varandi orkukeldur sum eitt nú orka frá vindmyllum í Norðsjónum sum frálíður  kann avloysa aðrar dýrari og dálkandi orkukeldur so sum kol, olju og gass. 

Hornsea 2 vindmylnulundin er øgilig og er eitt týðandi stig í grøna orkuskiftinum í Bretlandi. Hon er 462 ferkilometrar og fyllur fýra ferðir meira enn Manchester býur og eru vindmyllurnar tvær ferðir so høgar sum Big Ben klokkutornið í London. Veingirnar eru 81 metrar langar. Talan er um 165 Siemens Gamesa vindmyllur, sum hvør framleiðir 8 MW. Tilsamans skulu tær framleiða 1,3 Gigawatt.

Vindmylnulundin er 90 kilometrar út fyri Yorkshire í Suðurbretlandi. Har er frammanundan Hornsea 1 lundin, og enn ein vindmylnulund Hornsea 3 er ávegis. 

Nýggja vindmylnulundin fer at geva nógv arbeiði í landi eisini. Her verður tað gamli fiskvinnubýurin Grimsby, sum fer at fáa mesta ágóðan av nýggjum arbeiðsplássum serstakliga í havnini, haðni lundin verður rikin. 

Vindmylnulundin fer undir framleiðslu um somu tíð sum 8 lond kring Eystursjógvin hava sett út í kortið eina risastóra verkætlan at byggja út vindorkuna. Tað sær ikki mætari út, enn at vindmyllur bæði til havs og á landi fara at eiga ein týðandi lut í grøna orkuskiftinum í vestara partinum av Evropa. 

Onnur mál, sum fylla nógv í Bretlandi í dag, eru tvær hendingar, ið hava havt stóra ávirkan á heimin so ella so. Seinasti leiðarin í Sovjetsamveldinum Mikhail Gorbachev er deyður 91 ára gamal. Samtíðis eru 25 ár síðani, at Diana prinsessa lat lív í eini ferðsluvanlukku.

Hesar hendingarnar merkja  forsíðurnar í flestu av dagbløðunum í London, men orkumál eiga eisini tær stóru yvirskriftirnar, her bæði orkukreppan í kjalarvørrinum av russisku innrásini í Ukraina og nú eisini meira jaligu tíðindini á orkuøkinum um heimsins størstu havvindmylnulund, sum í dag er farin at framleiða bíligan streym til meira enn eina millión húsarhald.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2022

39 Leygardagur 03. september 2022

Musk: - Heimurin hevur tørv á meira olju og gassi

Tørvur er á meira olju og gassi – í hvussu er mongu komandi árini – til tess at røkka eini burðardyggari framtíð segði eigarin av Tesla elbilunum, Elon Musk, á ONS orkuráðstevnuni í Stavanger nú um dagarnar

Elon Musk, sum er ein av teimum, ið hevur gingið á odda í grøna orkuskiftinum við sínum Tesla elbilum, segði á orkustevnu í Stavanger, at heimurin hevur tørv á olju og gassi í mong ár aftrat
SkrivaÐ:

Jan Müller

Maðurin aftanfyri SpaceX og Tesla var ein av høvuðsrøðarunum á stóru orkumesssuni ONS í Stavanger nú um dagarnar.  Hon hevur verið avlýst í tvey ár orsakað av covid.

Orðini fullu tó ikki í góða jørð hjá umhvørvisfelagsskapinum “Just stop Oil now”, sum mótmælti uttan fyri ráðstevnuhølini.

Elon Musk segði m.a., at hann var ikki ein, sum hevði til endamál at demonisera olju og gass.

- Hesi eru neyðug beint nú. Uttan hesi kann sivilatiónin ikki virka. So tað eg haldi er, at okkum tørvar meira olju og gass – ikki minni. Men um somu tíð mugu vit flyta okkum so skjótt til ber til ein burðardyggan orkubúskap.

Musk tók undir við norska forsætisráðharranum, sum á ráðstevnuni fegnaðist um royndirnar at økja um havvindorkuna, tí har liggja sera stórir ótroyttir møguleikar. Musk nevndi eisini týdningin av at menna battarígoymslu sum ein buffari fyri varandi orku so sum havvind og sólorku.

Musk segði seg eisini stuðla kjarnorku, hóast tað kanska ikki er so vælumtókt millum manna at gera tað.

- Hevur tú eitt vælgjørt kjarnorkuverk, so skal tú ikki sløkkja tað serliga ikki beint nú.

Musk nam eisini við týdningin, sum elbilar hava fyri grøna orkuskiftið og helt, at her er tó enn nógv eftir at gera fyri at røkka á mál eitt nú við at finna røttu ráevnini til framleiðslu av battaríum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2022

40 Leygardagur 03. september 2022

Kalifornia fer bert at selja elbilar frá 2035

Vónin er, at onnur støð í USA fara at seta líknandi tiltøk í verk

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Amerikanski staturin Kalifornia samtykti herfyri, at tað frá 2035 verður bannað at selja bilar, sum úrleiða CO2.

Amerikanska blaðið New York Times kallar tiltakið fyri slóðbrótandi, og umhvørvisforsprákarar vóna, at hetta fer at fáa onnur støð í USA at seta líknandi tiltøk í verk.

Sølan av bilum, sum koyra uppá lívrunnið brennievni, skal stigvíst minka yvir komandi árini, áðrenn hon steðgar fullkomiliga um 13 ár.

– Tíðarætlanin er framsøkin men realistisk. Áðrenn eitt barn, sum verður føtt í ár, er klárt at fara á miðnám, verður tað bert møguligt at keypa bilar, sum ikki úrleiða CO2 og eitt avmarkað tal av hybridbilum í Kalifornia, siga myndugleikarnir í Kalifornia.

Myndugleikarnir siga eisini, at tiltakið fer at bøta munandi um fólkaheilsuna.

Áðrenn 2037 minkar dálkandi útlátið frá løttum akførum við 25 prosentum, og millum 2026 og 2040 fara tiltøkini væntandi at hava við sær, at 1.290 færri fólk doyggja av hjarta- og lungnasjúkum, at 460 færri verða innløgd við andaleiðs- og hjartatrupulleikum, og at 650 færri enda á skaðastovuni orsakað av astma, skrivar Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2022

41 Leygardagur 03. september 2022

Bjarki Nielsen spilti spælið fyri KÍ - javnaði í evstu løtu

1-1 bleiv tað í Klaksvík hóskvøldið, har KÍ og B36 brustu saman. Leingi bendi á, at klaksvíkingar struku avstað við øllum trimum stigunum, men soleiðis skuldi ikki vera

Bjarki Nielsen (nummar 7) skjýtir bóltin í netið og javnar til 1-1 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað bleiv eitt veruligt brak við Djúpumýru hóskvøldið. Nógvir samanbrestir og nógv fríspark, men málini blivu ikki so nógv í tali.

Støðan var 0-0 tá liðini fóru til hálvleiks.

Í seinna hálvleiki var tað sum um, at serliga Árni Frederiksberg hjá KÍ fekk eitt eyka gir, og tað eydnaðist at fáa bóltin inn. Júst Árni Frederiksberg var síðsti maðurin á bóltinum í 58. minutti og legði KÍ á odda.

Leingi bendi á, at klaksvíkingar struku avstað við øllum í kvøld, men soleiðis skuldi ikki vera. Seinastu løtuna royndi útiliðið at trýsta, og í evstu løtu var Bjarki Nielsen bjargingarmaðurin og javnaði fyri B36.

Nøkur sekund aftaná bríkslaði Kári á Høvdanum av, og javnleikurin var veruleiki.

KÍ liggur framvegis øgiliga væl fyri at vinna FM, og hjá B36 kom tað eina stigið væl við í stríðnum um evropamilliónirnar á fjórða plássið.

KÍ - B36 1-1 (0-0)
58’ Árni Frederiksberg 1-0
90’ Bjarki Nielsen 1-1

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 56 stig
2. Víkingur 49 stig
3. HB 43 stig
4. B36 30 stig
5. EB/Streymur 27 stig
6. 07 Vestur 21 stig
7. NSÍ 19 stig
8. B68 17 stig
9. AB 17 stig
10. Skála 8 stig


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2022

42 Leygardagur 03. september 2022

B36 vann evropaplássið aftur

Við einum stríðsinnsatsi í seinna hálvleiki fór B36 avstað við øllum ímóti NSÍ, tá liðini leiktu í Hólmanum sunnudagin. Í botninum er enn stórur spenningur um niðurflyting

(Mynd: Bjarnamyndir / B36)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

20. umfar í Betri deildini hjá monnum varð avgreitt sunnudagin.

Í síðstu viku sá einki út hjá B36. Teir taptu móti EB/Streymi, sum samstundis fór avstað við gylta fjórða plássinum, sum kemur atgongd til evropamilliónir næsta summar.

Aftan á dystin móti NSÍ sær betri út. Liðini hittust í Hólmanum á Eiði, tí graslíkið við Løkin í Runavík verður skift út.

Runavíkingar løgdu seg annars á odda aftan á 16. minuttir. Í seinna hálvleiki fór at rigga hjá B36, og tíðliga í hálvleikinum vendi dystinum. Fyrst við máli frá Martin Agnarssyni í 48. minutti, og síðani Rasmus Nissen tá knappur tími var leiktur.

Fleiri mál komu ikki í dystinum, og tað var til stóra frøi fyri teir hvítu.

Hetta eru liðini, sum í fjør kappaðust um fjórða evropaplássið, men sum í ár kappast í hvør sínum enda. B36 um evropaplássið og NSÍ sum stríðist fyri at halda sær í bestu deildini.

Í Norðragøtu kunnu skálamenn iðra seg um brendu málmøguleikarnar. Martin Klein Joensen legði heimaliðið á odda í 23. minutti, men løtu seinni fekk Skála brotsspark og kundi koma inn í dystin aftur. Uros Stojanov brendi henda frálíka møguleikan. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, økti Finnur Justinussen til 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið.

HB er í góðum stima. Teir reyðu og svørtu jakstra Víking á øðrum plássið, og aftur í dag komu trý stig í hús. EB/Streymur var á vitjan í Gundadali og við teimum málum báðu megin steðgin vann HB 2-0.

Hjá KÍ er eingin slingur í valsinum. Tó so fingu argjamenn minkað um munin til 2-1 beint aftaná steðgin, men annars var stórur munur á liðunum. KÍ vann 4-1 og er enn sum áður á meistarakós.

Á Toftum var 07 Vestur á vitjan hjá B68. Bara eitt mál kom í dystinum, og tað kom eftir skjótálop. Jasper Van Der Heyden setti bóltin inn til 1-0, sum eisini gjørdist úrslitið. Úrslitið hevur við sær, at 07 Vestur vinnur seg upp á sætta plássið við 21 stigum, og við fýra stigum niður til niðurflytingarstrikuna.

Framvegis er sera stórur spenningur í botninum.

NSÍ - B36 1-2 (1-0)
16’ Mathias Nielsen 1-0
48’ Martin Agnarsson 1-1
59’ Rasmus Nissen 1-2

Víkingur - Skála 2-0 (1-0)
23’ Martin Klein Joensen 1-0
90’ Finnur Justinussen 2-0

HB - EB/Streymur 2-0 (1-0)
41’ Áki D. Samuelsen 1-0
57’ Pætur Petersen 2-0

KÍ - AB 4-1 (2-0)
5’ Jóannes Bjartalíð 1-0
33’ Jóannes Bjartalíð 2-0 (br.)
47’ Teitur Debess Olsen 2-1
63’ Jóannes Bjartalíð 3-1
90’ Jonn Johannesen 4-1

B68 - 07 Vestur (Byrjaðu kl. 16:00)
27' Jasper Van Der Heyden 0-1

21. umfar sunnudagin 4. september

Allir dystirnir byrja kl. 15:
EB/Streymur - NSÍ
B36 - B68
Skála - KÍ
AB - HB
07 Vestur - Víkingur



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2022

43 Leygardagur 03. september 2022

B36 slapp við skrekkinum

Ein bót upp á 10.000 krónur er tað, sum B36 verður revsað við, tí ein innskiftur leikari ikki stóð á dómaraseðlinum

Ragnar Samuelsen stóð ikki á dómaraseðlinum til landskappingardystin móti NSÍ sunnudagin. Kortini kom hann á vøllin í 91. minutti (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

B36 verður ikki revsað ítróttarliga av støðuni í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat í dystinum móti NSÍ sunnudagin.

Kappingarnevndin í Fótbóltssambandinum hevur avgreitt málið, og B36 fær eina bót upp á 10.000 krónur fyri feilin.

Tað var í 91. minutti, at Ragnar Samuelsen bleiv skiftur inn í dystinum, sum B36 vann 2-1. Men navnið hjá honum var ikki á dómaraseðlinum.

NSÍ kærdi síðani støðuna til Fótbóltsamband Føroya.

Bótin upp á 10.000 krónur er tað sama, sum Skála fekk í 2007, tá líknandi støða var.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2022

44 Leygardagur 03. september 2022

B36 selt Martin Agnarsson til Viborg

Martin Agnarsson hevur gjørt trý ára sáttmála við Viborg FF sum spælir í superliguni. Søluupphæddina vilja feløgini ikki upplýsa

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Viborg verður karmur um næstu trý arini á fótbóltsyrikisleiðini hjá 18 ára gamla Martini Agnarssyni. Hesum boðaði B36 frá í vikuni.

Superligafelagið var mótstøðulið hjá B36 í Conference Leagur í summar, og eyðsýndi Martin Agnarsson var stutt eftir boðin til Viborg á vitjan. Síðani tóku samráðingar seg upp millum feløgini.

[object Object](Mynd: Viborg FF)

Martin Agnarsson spældi fyrsta dystin fyri besta liðið hjá B36 21. juni 2020 á útivølli móti ÍF. Tilsamans hevur Martin leikt 58 dystir á besta liðnum, og hann hevur skotið fimm mál. Seinasta málið var skotið á Eiði sunnudagin móti NSÍ.

B36 og Viborg FF eru samd um ikki at upplýsa upphæddina, sum Viborg hevur latið B36 fyri Martin Agnarsson.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2022

45 Leygardagur 03. september 2022

HB-málverjin tók metið frá Andrew av Fløtum

Teitur Matras Gestsson hevur leikt 295 landskappingardystir fyri HB

589 landskappingardystir á einari mynd. Teitur Matras Gestsson og Andrew av Fløtum (Mynd: HB)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

HB-málverjin Teitur Matras Gestsson tók sunnudagin metið frá Andrew av Fløtum, og hevur spælt flest landskappingardystir fyri teir reyðu og svørtu úr Havn.

Hann leikti henda dagin sín landskappingardyst nummar 295 fyri HB, og tók metið frá Andrew av Fløtum, sum spældi 294 landskappingardystir fyri HB frá 1996 til 2017.

Teitur Gestsson er føddur 19. august 1992, og er sostatt júst fyltur 30 ár.

Hann leikti sambært Faroesoccer.com sín fyrsta dyst í landskappingini fyri HB á ólavsøku 29. juli 2011.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2022

46 Leygardagur 03. september 2022

Kronberg leingir við KÍ

35 ára gamli Claes Philip Kronberg, sum kom til KÍ í fjør, tekur tvey ár afturat í Klaksvík

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Claes Philip Kronberg verður verandi bláur tey næstu tvey árini. Tað kunngjørdi KÍ í vikuni.

35 ára gamli danin kom til Klaksvíkar úr norskum fótbólti í fjør, og hevur leikt 41 dystir og skorað fýra mál fyri KÍ.

- Á vøllinum, bæði til dyst og venjing, er Claes ein leiðaratypa, sum áhaldandi samskiftir við viðleikarnar, sum hevur ein jaligan virknað á liðfelagarnar. Eisini er tað hugaligt at síggja, at hóast Claes er vorðin 35 ára gamal, so hevur hann framvegis stóra svongd, spælgleði, og er áhaldandi forvitin eftir at læra og betra um spæli hjá sær, sigur Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari, við heimasíðuna hjá KÍ.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2022

47 Leygardagur 03. september 2022

KÍ-kvinnurnar á meistarakós

KÍ vann farna leygardag 3-0 móti EBS/Skála, og við javnleiki móti B36 dragnaði NSÍ í FM-stríðnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍ vann 3-0 móti EBS/Skála í bestu kvinnudeildini í fótbólti farna vikuskiftið, og liggur nú væl fyri í FM-stríðnum. Tí samstundis leiktu B36 og NSÍ javnt 0-0, og runavíkskvinnur dragnaðu sostatt í oddinum.

Klaksvíkskvinnur liggja á odda í deildini 39 stigum, og NSÍ og HB á øðrum og triðja plássið við 31 stigum.

Fimm umfør eru eftir at spæla í bestu kvinnudeildini.

Úrslit 16. umfar

07 Vestur - Víkingur 3-3 (3-1)
12’ Margit Magnusdóttir Kwao 1-0
25’ Carol Assis Silva 2-0
27’ Jens Tórólvsfóttir 2-1 (br.)
32’ Carol Assis Silva 3-1
63’ Jensa Tórólvsdóttir 3-2
82’ Hanna Isaksen Højgaard 3-3

B36 - NSÍ 1-1 (0-0)

HB - TB/FCS/Royn 6-0 (3-0)
07’ Rebekka Benbakoura 1-0
18’ Julia Naomi Mortensen 2-0
41’ Rúna Jacobsen 3-0
58’ Rúna Jacobsen 4-0
66’ Rúna Jacobsen 5-0
68’ Julia Naomi Mortensen 6-0

KÍ - EBS/Skála 3-0 (1-0)
24’ Sanna Svarvadal 1-0
57’ Tóra Mohr 2-0
90’ Tórun Højgaard Joensen 3-0

Støðan

1. KÍ 39 stig
2. NSÍ 31 stig
3. HB 31 stig
4. EBS/Skála 23 stig
5. B36 21 stig
6. 07 Vestur 20 stig
7. Vikingur 18 stig
8. TB/FCS/Royn 0 stig

Støðgur er í kappingini nú orsaka av landsdystum. Næsta umfar verður spælt 10. og 11. september

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2022

48 Leygardagur 03. september 2022

Meinhard gjørdi hattrik uppá átta minuttir

Mjøndalen vann 4-1 á Sandnes Ulf mánadagin. Hetta var fyrsti sigurin hjá liðnum í seks vikur, og føroyski landsliðsleikarin spældi ein høvuðsleiklut

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mjøndalen hevur verið í einari tungari gongd, og undan heimadystinum móti Sandnes Ulf mánadagin hevði liðið bert vunnið vunnið ein dyst í tríggjar mánaðir.

Hetta varð væl og virðiliga broytt móti Sandnes Ulf, og tað var serliga hattrikki hjá Meinhardi Egilssyni Olsen, sum legði lunnar undir 4-1 sigurin. 

25-ára gamli vongleikarin gjørdi hattrikk, og tey trý málini komu innan bert átta minuttir. Meinhard smekkaði bóltin í netið í 12. minutti, økti fimm minuttir seinni, tá hann setti seinasta fótin á vælleikt álop og í 19. minutti vann hann bóltin av Sandnes Ulf-verjuleikara og var kaldur, tá hann kom inn í brotsteigin. 

Í málunum vísti føroyski landsliðsleikarin sína ferð, styrki, eitt evni at vera kaldur í avgerandi støðum og eitt gott innstinkt. Meinhard Olsen hevur nú skorað seks mál í 22 dystum í næstbestu norsku deildini í ár, umframt at hann hevur lat upp til fimm mál.

Mjøndalen er á 10. plássi við 30 stigum eftir 22 umfør, og hóast eina ringa gongd í eina tíð liggur liðið bert trý stig frá at enda í play-off bólkinum til uppflyting.

Føroyski U21-landsliðsleikarin Gullbrandur Øregaard varð skiftur inn fyri Sandnes Ulf, tá hálvur tími restaði í. Hann fekk eitt gult kort

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2022

49 Leygardagur 03. september 2022

Haaland fillar metini í Premier League

Ungi norðmaðurin skoraði aftur hattrick í mikukvøldið

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nýggju mál í fimm dystum.

Soleiðis ljóðar byrjanin í Premier League fyri norska áleyparan, Erling Braut Haaland. Mikukvøldið skoraði hann hattrick fyri Manchester City móti Nottingham Forest.

Tað vóru stórar væntanir til Haaland undan hesum kappingarárinum, og norski málkongurin hevur livað upp til væntanirnar. Hann er longu byrjaður at filla metini í Premier League.

Haaland hevur skorað níggju mál í sínum fyrstu fimm dystum í Premier League. Tað er ikki hent fyrr.

Her yvirhálar hann bæði Mick Quinn og Sergio Agüero, sum megnaðu at skora átta mál í teirra fimm fyrstu dystum í Premier League, skrivar tv2.dk.

Júst Quinn er tann skjótasti nakrantíð í Premier League til at skjóta tíggju mál. Tað megnaði hann upp á bert seks dystir, og Haaland kann eisini náa tað í sínum komandi dysti.

[object Object]
Her skorar Haaland triðja málið móti Forest í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Síðsta vikuskiftið skoraði Haaland hattrick móti Crystal Palace – enntá í sama hálvleiki. Tað bragdið endurtók hann í gjárkvøldið, tá hann í fyrra hálvleiki móti Nottingham Forest skoraði tríggjar ferðir.

Við fimm dystum í Premier League, gjørdist Haaland sostatt tann spælarin í søguni hjá liguni at skora tvey hattrick upp á fægst dystir.

Hann yvirhálaði Demba Ba, sum brúkti 21 dystir at skora tvey hattricks.

Fyri fyrstu ferð síðan desember 2017, tá Harry Kane megnaði tað, hevur ein Premier League-spælari skorað hattrick í tveimum fylgjandi dystum. Her meldaði Erling Haaland seg inn í klubban við nøvnum sum Les Ferdinand, Ian Wright, Thierry Henry, Didier Drogba, Wayne Rooney og áðurnevnda Kane.

Fótbóltseygleiðarar eru fullir av undran yvir tað, sum ungi norðmaðurin hevur megnað. Og nú verður mett, at hann hevur evnini til at gerast tann besti toppskorarin av øllum í Premier League.

Metið fyri flest skoringar eigur Alan Shearer, sum kom upp á 260 mál í Premier League. Kendi málrevurin Gary Lineker sigur, at hann roknar við, at Haaland klárar tað áðrenn Harry Kane ger. Harry Kane hevur skotið 187 mál í Premier League. 

[object Object](Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2022

50 Leygardagur 03. september 2022

Lagt verður fyri í morgin við Lionsbikarinum

Hondbóltskappingarárið verður alment skotið í gongd við tveimum dystum í Hoyvíkshøllini í vikuskiftinum, har kvinnurnar hjá H71 taka ímóti Kyndli og menninir spæla móti KÍF. Landskappingarnar fara í gongd 10. september

Kyndil vann á H71 í steypafinaluni. Hoyvíkskvinnur gjørdist føroyameistarar, og harvið hittast liðini í dystinum um Lionsbikarið í morgin (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vit eru nú farin inn í september, og tað merkir millum, at hondbólturin av álvara fer í gongd aftur. Tað hendir í hoyvíkshøllini tá kappast verður Lionsbikarið.

- Hjá kvinnum verður talan um eina endurtøku av steypafinaluni, tí har hittast føroyameistararnir úr H71 og steypavinnararnir úr Kyndli. Og hjá monnum verður talan um endurtøku av FM-finalunum, tí har hittast H71, ið vann greipuna, og KÍF, ið vann silvur í FM-kappingini.

Dysturin hjá kvinnum byrjar klokkan 16 og tann hjá monnum klokkan 18. Hesaferð verður tað áhugafelagið, Hoyr, ið fær ágóðan frá dystunum um Lionsbikarið og eisini frá stórsteypadystunum, ið verða spældir til várs.





Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2022

51 Leygardagur 03. september 2022

Ajax skelkaði danska hondbóltsheimin

Súna Krossteig Hansen skoraði trý mál í Esbjerg, tá Ajax København í fyrsta landskappingardystinum vann 19-15 á liðnum, sum er favorittur at vinna DM-gull. Úrslitið hevur vakt stóran ans

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Rakul Wardum og Súna Krosstieg Hansen umboða allar Ajax København í ár - allar vóru við í hópinum í Esbjerg, har talan gjørdist um eitt heilt serligt kvøld (Mynd: Andreas F. Hansen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað verður mett at verða ein av teimum heilt stóru sensatiónunum í donskum kvinnuhondbólti í nýggjari tíð: Team Esbjerg er tann størsti favorittur til at vinna DM, meðan Ajax København er ein av greiðu niðurflytingarfavorittunum, sambært flestu viðmerkjarum og veddingarfyritøkum.

Á Esbjerg-liðnum er millum annað norska Nora Mørk, ið fyri stuttum aftur varð kosin heimsins besti leikari. Danski landsliðsvenjarin og fyrrverandi EM-gullvinnarin, Jesper Jensen, stendur á odda fyri liðnum, sum gamaní var Mette Tranborg, Henny Reistad og Kristine Breistøl fyriuttan týskvøldið, sum tó kortini var risafavorittur í fyrsta landskappingardystinum, sum var á heimavølli móti Ajax.

Tað gekk tó als ikki sum ætlað hjá Team Esbjerg, og serliga í seinna hálvleiki, tá liðið bert fekk trý mál.

Tríggir føroyskir landsliðsleikarar eru í hópinum hjá Ajax København, og tær kundu allar stórfegnast eftir dystin. Súna Krossteig Hansen gjørdi bart, og skoraði trý av teimum 19 málunum hjá útliðnum, og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen spældi eisini. Málverjin Rakul Wardum kom ikki á vøllin.

Talan er um eitt sera stórt úrslit fyri "føroyingaliðið" úr høvuðsstaðnum, men tað verður sæð sum ein gøla, um hugt verður eftir tí við Esbjerg-brillum.

Hondbóltsviðmerkjarin Bent Nyegaard trúði næstan ikki sínum egnu eygum, og viðmerkjarin og venjarin Lars Rasmussen segði við hbold.dk, seg hava trupult at finna orð - báðir perspektivera við at kalla tað tað tí størstu sensatiónina í donskum kvinnuhondbólti í nógv ár. 

Venjarin hjá Esbjerg viðgekk í viðtalu við TV2, at hetta var ein ræðuligur dystur hjá sínum liðið, og at bert tíggju minuttir í dystinum vóru "okay".

Hjá Ajax var tað nógv meira enn okay, og at halda gullfavorittunum til bert trý mál í einum hálvleiki og at sigra á útivølli á hendan hátt fer helst at geva nógv til Súnu, Lív, Rakul og hinar. Ajax tapti annars við 14 málum móti Odense í steypakappingini í síðstu viku men kundi ikki droymt um betri byrjan í landskappingini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. august 2022

52 Leygardagur 03. september 2022

Kiel váttar sáttmálan við Elias

Stóra týska hondbóltsfelagið sigur seg hava tryggjað sær ein av bestu miðspælarum í Evropa

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stóra og sigursvanda týska hondbóltsfelagið THW Kiel váttaði í vikuni, at tey hava skrivað sáttmála við føroyska stórtalentið Elias Ellefsen á Skipagøtu. Elias fer til Kiel tá hondbóltskappingin byrjar eftir summarstøðgin næsta ár.

Sáttmálin við THW Kiel er galdandi til 20. juni 2027, skrivar heimasíðan thw-handball.de undir yvirskriftini "Fyrsti føroyingur við met-meistarunum: TKW skrivar sáttmála við Elias Ellefsen á Skipagøtu".

- Elias er eitt av størstu talentunum í Evropa sum miðspælari. Hann er kreativur og hevur skil fyri spælinum, sigur stjórin í felagnum, Viktor Szilágyi, um føroyska leikaran.

Hann greiðir frá, at THW Kiel hevur fylgt við føroyska spælaranum í fleiri ár.

Sjálvur sigur Elias við heimasíðuna, at hann er spentur at flyta til Kiel:

- THW Kiel er millum størstu feløg í Evropa við einum framúr góðum liði. Tað er ein heiður fyri meg at sleppa at spæla við her.

Elias sigur eisini, at stjórin og venjarin, Filip Jicha, sannførdu hann um at velja Kiel, tá teir greiddu frá ætlanunum, sum felagið hevur fyri framtíðina.

Elias Ellefsen á Skipagøtu er 20 ára gamal og spælir sostatt við IK Sävehof eitt ár afturat. Síðsta kappingarár varð hann kosin mest virðismikli leikari í svensku hondbóltskappingini. Hann skoraði 122 mál og hevði 102 ‘assists’ í 22 dystum.

Í fimm A-landsdystum fyri Føroyar hevur hann skorað 32 mál.

THW-Kiel er mannað av so at siga bara landsliðsleikarum frá alskyns evropeiskum tjóðum. Millum stjørnuleikararnar í løtuni eru norski Sander Sagosen og danski málverjin, Niklas Landin. Men teir gevast báðir, tá hetta kappingarárið er av, so Elias fær ikki møguleika at spæla saman við teimum.

Lítlibeiggi Niklas Landin, vongspælarin Magnus Landin, heldur tó væntandi fram á liðnum.

[object Object]Elias Ellefsen á Skipagøtu í A-landsdysti móti Kekkia (Savnsmynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2022

53 Leygardagur 03. september 2022

Spakin settur í longu í ár

Arbeiðið at byggja Føroya Arena í Hoyvík byrjar longu í ár

(Mynd: Føroya Arena)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Projekteringin er byrjað, og eftir ætlan verður spakin settur í longu í ár.

Tað sigur Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Herfyri varð kunngjørt, at samlaða fíggingin til bygging av Føroya Arena er komin uppá pláss. Harvið er grundarlagið fyri at fara undir byggingina av stórhøllini til staðar.

Grunnurin er nú stovnaður, og nevndin við Heðin Mortensen sum formanni, Guðrið Højgaard sum næstforkvinnu, og Berguri Poulsen, Elin H. Joensen og Anniku Olsen sum nevndarlimum, er farin í gongd við fyrireikingarnar til at byggja høllina.

Nevndin hevur eisini valt eina bygginevnd, sum saman við nevndini skal standa fyri byggingini av stórhøllini. Í bygginevndina eru valdir Niels Mortensen, Tummas Justinussen og Tróndur Sigurðsson.

Skrivari hjá nevndini er Jógvan Emil Nielsen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. september 2022

54 Leygardagur 03. september 2022

Føroysku flogbóltskvinnurnar taptu 3-0 móti Ísrael

Næsti dystur hjá Føroyum er á heimavølli ímóti Ísrael í morgin

(Mynd: CEV)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løtuna í fyrsta setti, tá vit vóru frammanfyri ímóti Rumenia seinast, fóru vit at droyma um ein javnan og spennandi dyst ímóti Ísrael, men so skjótt vit sóu, at Ísrael hevði givið Kroatia skarpan gang, vistu vit, at okkara dystur á útivølli ímóti Ísrael fór at gerast eins trupul og allir hinir. 

Vit fóru 10 afturum í fyrsta setti, tá støðan gjørdist 14-4, men stóðu okkum heldur betur restina av settinum og endaðu á 12 stigum.

Annað sett var líkt tí fyrra, og vit vóru komin upp á 5, tá Ísrael var 10 frammanfyri, altso 15-5, men síðani var púra javnt restina av settinum, sum Ísrael vann 25-15.

Í triðja setti var ongantíð 10 á muni. Byrjanin var heldur betri enn í hinum settunum, og støðan gjørdist 12-8 til Ísrael, tá vit vóru komin í helvt. Hetta mynstrið endurtók seg í seinnu hálvu, og so endaði settið 25-16.

Næsti dystur hjá Føroyum er á heimavølli ímóti Ísrael sunnudagin 4. september kl. 17.

Ísrael - Føroyar, kvinnur: 3-0 (25-12, 25-15, 25-16)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2022

55 Leygardagur 03. september 2022

13 skjúttar kappaðust í Havn leygardagin

Talan var um ársins síðstu uttandurakapping, har føroyameistararnir skuldu finnast

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin 27. august skipaði Bogaskjótisamband Føroya fyri FM-kapping á Frælsinum í Havn.

Hetta var ársins síðsta uttandurakapping, og skuldi føroyameistararirnir finnast.

Kappast var í bólkunum recurve, compound og barebow. Recurve skjúttarnir skutu á 70 metra frástøðu, og compound og barebow skjúttarnir skutu á 50 metra frástøðu.

[object Object]

13 skjúttar luttóku í kappingini, og gjørdust úrslitini hjá skjúttunum hesi:

Recurve menn:
Hans Petur Højgaard (Ø) – (286+291) = 577
Hans Bogi Ellefsen (V) – (293+282) = 575
Michael Feldballe (T) – (287+260) = 547

½ finala
Hans Bogi – Michael : 6 – 2

Gullfinala
Hans Petur – Hans Bogi : 2 – 6

[object Object]

Recurve kvinnur:
Sólgerð Henriksen (V) – (276+235) = 502
Jastrid M. Jensen (T) – (208+199) = 407

Gullfinala
Sólgerð – Jastrid : 6 – 2

[object Object]

Compound menn:
Jóannes Poulsen (Ø) – (339+348) = 687
Sámuel Petersen (Ø) – (336+330) = 666
Nikkel Petersen (Ø) – (337+315) = 652
Jógvan Niclasen (T) – (329+311) = 640

½ finala
Jóannes – Jógvan : 147 - 142
Sámuel – Nikkel : 136 - 143

Bronsufinala
Sámuel – Jógvan : 135 - 133

Gullfinala
Jóannes – Nikkel : 144 - 138

[object Object]

Compound kvinnur:
Helena við Misá (Ø) – (280+280) = 560
Rakul Dam (T) – (264+288) = 552

Gullfinala
Helena – Rakul : 103 - 132

[object Object]

Barebow menn:
Thomas Christensen (TSS) – 307 stig

Barebow kvinnur:
Ann Lisa Pedersen (T) – 484 stig

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2022

56 Leygardagur 03. september 2022

Svanna vann FM

Á fimtanda sinni vann ross hjá hjúnunum Maritu Askham og Hans P. Poulsen FM heitið í tvíspor

Svanna og Barbara Carlsen eiga munin á Braga við Jónu Ólavsdóttir (Mynd: Ríðisamband Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna leygardag var stórur FM dagur á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili í Havn. Seinasti kappingardagur var, og stórur spenningur var um summar greinarnar.

Størsti spenningur er oftast um, hvør vinnur FM í tvíspor vaksin. Hesaferð var tað Svanna við Barbaru Carlsen á baki og Bragi við Jónu Ólavsdóttur, ið skuldi kappast um FM heitið. Rossini høvdu undan hesa kapping vunnið hvør sínar tvær kappingar, so tí var stórur spenningur um, hvør fór at vinna, skrivar Ríðisamband Føroya.

Tað gjørdist eisini sera tætt. Rossini fylgdust allar 500 metrarnar, og á málinum var munurin millum rossini bara fýra hundrandapartar av einum sekundi – Svana átti munin, og gjørdist harvið føroyameistari. Tað sermerkta við hesum, er at tað er fimtanda ferðin, at ross hjá hjúninum Maritu Askham og Hans Paula Poulsen vinnur FM í tvíspor vaksin

Spenningurin var eisini stórur í tvíspor ung. Har vann Sirkill tó greitt á degnum og vann harvið FM. Tað var Ranja K.H. Djurhuus, sum reið Sirkill.

Hinar greinarnar vunnu hesi: Tølt, Tango við Geir Wardum, Strákur og Bárður Johannessen vunnu FM. Skeið vann Stígur og Randarsól Heinesen, Orka og Ranja K.H. Djurhuus vunnu FM. Trav vann Grettir við Halli Hansen, teir vunnu eisini FM.

Eisini vóru nakrar greinar, ið ikki vóru við í FM. Har vunnu hesi: Trav opin flokkur, Oscar og Marna Anthoniussen, Tvíspor vaksin 2 flokkur, Freyr og Anna Magnussen, og Old boys, Thor og Bárður Johannessen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2022

57 Leygardagur 03. september 2022

Útskifting í starvsnevndini hjá ÍSF

Jon Hestoy, Schandorff Vang og Sigurd Rasmussen, sum allir hava sitið í nevndini seinastu seks árini, tóku ikki við afturvali á eykaáðalfundinum hjá ÍSF í undanfarnu viku. Nývald í starvsnevndina hjá ÍSF eru Anna Maria Toftegaard, Kerstin Laksáfoss og Magnus Tausen

Nývaldir og fráfarandi starvsnevndarlimir. Frá vinstru Schandorff Vang, Anna Maria Toftegaard, John Kjær, Magnus Tausen, Elin H. Joensen, Sigurd Rasmussen og Jon Hestoy. Kerstin Laksáfoss var burturstødd á eykaaðalfundinum (Mynd: ÍSF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin 23. august hevði ÍSF eykaaðalfund, og trý nýggj fólk eru nú vald í starvsnevndina.

Teir tríggir Jon Hestoy, Schandorff Vang og Sigurd Rasmussen, sum allir hava sitið í nevndini seinastu seks árini, tóku ikki við afturvali. Tí var greitt, at nýggj fólk skuldu finnast. Eisini er greitt, at ÍSF fær nýggjan varaforseta, tí seinastu seks árini hevur Jon Hestoy sitið í tí sessinum.

Nývald í starvsnevndina hjá ÍSF eru Anna Maria Toftegaard, Kerstin Laksáfoss og Magnus Tausen, og tey koma afturat John Kjær og Elin Heðinsdóttir Joensen, sum er forseti.

– ÍSF takkar hjartaliga Jon, Schandorff og Sigurdi, sum hava tikið eitt megnartak seinastu seks árini. Menningin innan føroyskan ítrótt hevur verið sera stór seinnu árini, og teirra partur liggur ikki eftir, sigur ÍSF-forsetin, Elin H. Joensen.

Samstundis bjóðar hon nýggju starvsnevndarlimunum hjartaliga vælkomnum.

– Vit gleða okkum at loysa spennandi uppgávurnar, sum liggja fyri framman, saman við nýggju limunum, og at njóta gott av teirra drúgvu og fjølbroyttu royndum, staðfestir Elin H. Joensen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2022

58 Leygardagur 03. september 2022

Minningarorð um Vilhelminu Larsen

Farna vikuskiftið varð Vilhelmina borin til gravar suðuri í Dali, og við henni er ein megnarkvinna og sannur mentanarstuðul farin foldum frá

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Minningarorð / Árni Dahl

Okkara leiðir bóru saman í dansihøpi, tá ið felag vitjaði felag, og tá ið landsdansistevnur vóru, og eina minniliga dansiferð vóru vit saman. Tað mundi vera á heysti í 1990.

Sum ikki eina ferð var tað Ólavur Hátún, sum hevði fingið í lag, at føroyingar skuldu taka lut í ráðstevnu við dansiframførslu í Berlin. Heitið var “Die menschliche Stimme”. Hagar stevndu fólk á fund úr evropeiskum útjaðara, kunnu vit siga, gæliskt mælt fólk úr Írlandi, Wales og Skotlandi, fólk úr Bretagne í Frankaríki, úr Kataloniu og Baskaralandi í Spania, úr Sveits og Italia vóru fólk eisini komin, og umframt okkum vóru úr Norðurlondum komnir sámar og íslendingar, sum bóru fram sínar rímur.

Úr Føroyum vóru vit 30 í ferðalagnum, og Ólavur hevði heitt á fólk úr dansifeløgum og fólk, sum høvdu fingist við at dansa við børnum og ungfólkum. Vilhelmina var fús at koma við, tá ið heitt varð á hana.

Vit flugu við Atlantsflogi til Keypmannahavnar, har ið vit steðgaðu í nakrar tímar, áðrenn vit flugu til Hamburg. Haðani skuldu vit við heilt lítlum flogfari til flogvøllin Tempelhof í Berlin. Tá ið vit høvdu kekkað inn, vórðu vit fingin umborð á ein buss, sum skuldi koyra okkum út til flogfarið, hetta var bussur við ongum sessum, og væl lá fyri – nú lagið var vorðið gott – at taka saman, og glómur vóru í teimum fáu ferðafólkunum, ið umframt okkum skuldu við, tá ið føroyingarnir tóku saman á bussgólvinum og hespaðu nøkur ørindi úr “Runsivalsstríðnum” av sær.

Komin til Berlin gekk leiðin inn á gistingarhúsið, sum var við gøtuna “Unter den Linden” skamt frá Brandenburger Tor. Har varð aftur tikið saman, meðan bíðað varð at kekka inn, og nøkur ørindi úr “Sigmunds kvæði yngra” kvøðin við niðurlagnum “Tað stendur ein lind í mín faðirs garð”.

Sjálv framførslan var leygarkvøldið í stórari høll, ið mundi taka um 5000 áskoðarar. Flestu smámálini vóru fáment – onkuntíð einsamalt fólk, ið sang, onkuntíð eini tvey ella trý, sum leiktu á miðaldarljóðføri og sungu. Við hesum í baksýni er lætt at ímynda sær, at rómurin var øgiligur, tá ið Ingibjørg og Sigmund í Hoyvík og teimum við lið Anna Bertha og Høgni Mohr og síðani allur repilin kom dansandi inn kvøðandi “Regin smið”. Tá ið øll vóru innkomin, sessaðust vit á einum lágum gjørdum palli, sum skuldi ímynda eina roykstovu, har kvøldseta varð hildin. Karin Brattaberg úr Funningi sang Kingo við síni vøkru rødd, og síðani átti Vilhelmina pallin við sínum eyðkendu vøkru skjaldraløgum. Framførsla okkara endaði við dansispølum, og eg haldi ikki, at eg minnist skeivt, tá ið eg sigi, at vit bæði Vilhelmina leiddust í bandadansinum. 

Tað var ovurhonds fagnaður í høllini, tá ið vit lættu ljóðið av.

Dagin eftir flugu vit aftur úr Tempelhof umvegis Hamburg til Keypmannahavnar. Og haðani til Føroya seint sunnukvøldið. Vit bæði Vilhelmina sótu lið um lið frammarlaga í bakborð, tá ið jarnfuglurin fór uppfrá í Kastrup, og sum vit komu hægri og hægri á luftina, brandaði vesturskinið á okkum – ein so sera hugfangandi og lívgevandi sjón, nú vit flugu mót heimastrond.

Bæði undan hesi ferð – og ikki minst eftir – dugnaði Vilhelmina okkum á Læraraskúlanum og á Landsmiðstøðini í sambandi við skeið í føroyskum dansi, kvæða- og skjaldramentan.

Hon hevði sjáldsamt hegni sum undirvísari. Lesandi, bæði á pedagog- og læraraútbúgvingini og eisini útbúnir lærarar á skeiðum, vóru rúnarbundin og hugfangað av hennara frásøgukynstri og dugnaskapi. Stillfør skapti hon áhuga fyri tí mentanararvi, hon bar í sál síni, og tey lesandi fingu góða barlast at hava við sær út í sítt arbeiðslív í skúlum, á stovnum og í barnagørðum.

Ein rættur mentanarberi er farin í annað ljós.

“Leikum fagurt á foldum, eingin treður dansin undir moldum” er kent føroyskt niðurlag við boðskapi, sum Vihelmina tók til eftirtektar. 

Eg eri takksamur fyri, at mær untist at arbeiða saman við hesi vinsælu konu og vátti tykkum, sum varða av henni, mína inniligastu samkenslu, nú hon er farin.

Árni Dahl

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2022

59 Leygardagur 03. september 2022

Óla Henningi Olsen (Óla á Bø) úr Skopun til minnis

-

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Jákup Fróði Djurhuus

Óli var giftur Sigrun Bærentsen úr Skopun, og eiga tey børnini Rógva og Snæbjørn.

Sum børn spældu vit um teigar og tún. Øll bygdin, sum hon var, var barnagarðurin. Um sumrarnar fordoblaðist talið av børnum í bygdini, tá ið børn úr øllum herðashornum komu at vitja systkinabørn, ommur, og abbar.

So tá ið forsangarin, og guitaristurin í okkara gamla orkestri, Brandar, ringdi at fortelja mær, at Óli knappliga var farin í annað ljós, so var tað ikki sørt av einum hvøkki. Einans 62 ára gamalur.

Einum hvøkki, eini lítan aftureftir, sum vakti minnir.

Óli var ein stillførur persónur, sum passaði seg og sítt. Men hann hevði meiningar um flestøll mál.

Dagurin byrjaði vanliga umborð á Teistanum. Har frammi í krókinum, í bagborðssíðu, sita sjálvlærdu litteratarnir og endavenda øllum lívsins viðurskiftum uppá ein hálvan tíma. Viðhvørt ganga bylgjurnar høgt.

Við Gunnari Bjarnasyni sum aldursforseta, og orðstýrara. Kjakið kann flákra, men so kemur tað aftur á beint.

Óli og Sigrun áttu hvør sín sess har.

Av einari ella aðrari orsøk, liva flestu okkara lívið, sum um tað ongan enda fær.

Man hugsar ikki um tað. Og man hevur framtíðarætlanir um hetta og hatta, útum “øll livandi mørk”.

Í tí stóra høpinum, er gloppið ímillum tey sum doyggja av sjúku, og tey sum doyggja ein “vanligan” deyða, ikki serliga stórt.

Óli og Sigrun teljast ikki millum hesi, sum dugdu at liva. Tey hava átt summarhús í Danmark í mong ár, og vóru júst afturkomin av ferð, nú Óli so bráddliga fór.

Óli var hegnismaður burturav, sum flestøll í teirri ættini. At skapa og forma úr timbri, bleiv hansara lívsverk. Tað dugdi hann, sum fáur. Og útróðrarbát átti Óli eisini. So róð bleiv út tá ið høvið beyðst.

Fólk í okkara aldri, sum vuksu upp í einari lítlari bygd, kundi ikki bara seta seg niður “at hyggja”, og so “blíva undirhildin”, sólarringin runt. Spældu, dansaðu, og tóku vit ikki stig til at vitja biografin, sum kanska var avmarkaður til at hava opið eitt sunnukvøld, so hendi onki sum helst.

Og, sum tann lokali og skemtingarsami postmaðurin, sum eisini átti biografin einaferð segði mær, so bleiv tað knappliga “ein deyðssynd at hyggja eftir einum filmi”, og at dansa, og mæla runt á einum dansigólvi.

Men tað var loyvt at klappa og trampa.

Men ikki mundi tað vera so álvarsligt kortini. Fólk gingu bæði á møti, í biograf, og í dans. So rúm var fyri øllum.

Henda bygdasliga drívmegin, gjørdi tað, at Mannbjørn, Sigurd í Búri, Óli á Bø, og eg stovnaðu orkestrið Brandar. Josva í Kullini var eisini við eitt tíðarbil.

Brandar bleiv stovnað fyri at undirhalda okkum sjálvum, og øðrum við. Óli spældi bass. Og hann búði tætt við dansistovuna.

So vit vóru javnan inni á gólvinum hjá foreldrunum hjá Óla, Kristiani og Poulinu á Bø. Og har var mangt hugnaligt prátið, aftuvið einum drekkamunni.

Vit spældu til dans, í endanum av 70’unum, og í 80’unum Í Sandoynni, í klubbunum í Havn, til brúdleyp og til onnur tiltøk.

Vit keyptu okkum enntá ein gamlan “tourbuss”, so vit kundi flyta instrumentir, og okkum sjálvar, frá A til B.

Bussurin bleiv hondmálaður bláur og gulur, og fari eg ikki heilt skeivur, so var tað í hesum tíðarskeiðnum, at tað rann saman ímillum Óla og Sigruna.

Tað var bara tann eini, sum hevði koyrikort til bussin. Í hvussu so er tey fyrstu árini.

Avbygdafólk undrast viðhvørt, um staðarnøvnini í Skopun. Staðarnavnið, Á BØ, komst av at forfedrarnir hjá Óla komu úr bygdini BØ, sum lá sunnafyri Kirkjubø. Aðrir býlingar í Skopun eita eisini norðuri í Leirvík, uppi á Selatrað av somu orsøk. At fólk fluttu til Skopunar frá hesum bygdum.

Í Skopun hava fremmandafólk altíð verið væl móttikin. Høg sum lág. Kemst helst av, at bygdin er niðursetubygd, og at flestu okkara hava røtur úr ymsum ættum.

Í dag búgva og arbeiða fólk í lítlu bygdini Skopun úr Danmark, Kambodja, Brasil, Indonesia, Íslandi, Kina,Thailandi, Fillipinunum, og aðrastaðni frá í Føroyum.

Og tað fer bara at vinda upp á seg, nú undirsjóvartunnilin opnar.

Við hesum fáu tankum , sum runnu framfyri meg, nú Óli fór um sýn, vil eg lýsa frið yvir minni um Óla, við djúpari samkenslu til tykkum, konu, børn, og systkin við familju, sum eftir sita.

PS: Kendi eg Óla rætt, so hevði hann smáflent, og sagt ja ja, um hann hevði lisið hesar reglurnar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. september 2022