Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 10. september 2022 | Nr. 37 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Uppskotið hjá MAP lyftir seg upp um hini

SíÐa 2

1 Leygardagur 10. september 2022

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Russisk tvístøða

Tað er ein avbjóðing av teimum heilt stóru, sum Føroyar standa fyri  uttanríkispolitiskt í løtuni.

Hvat skulu vit gera við óargaungan í fiskivinnusamstarvinum, Russland? Skulu vit halda fram at upprætthalda fiskiveiðiavtalu við tjóðina, sum eitt samlað Evropa fordømir fyri innrásina í Ukraina?

Vit hava eisini tikið støðu í hesi tvístøðuni. Vit stuðla ukreinum, bjóða teimum vælkomnum higar, um tey mangla eitt stað at vera meðan bumburnar falla. Men vit vilja kortini ikki ganga ukrainsku ynskjunum á møti um at slíta alt samband við ónda aggressorin, sum púra fyrilitaleyst leyp á grannalandið.

Nei, tá tað rakar pengapungin, so himprast vit við at taka støðu.

Burtursæð frá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, sum í sjónvarpinum hóskvøldið kunngjørdi, at hann velur at verja vinnuligu áhugamálini, og ætlar sær at samráðast um eina nýggja fiskiveiðiavtalu fyri næsta ár.

Ikki óvæntað, tá hugsað verður um, hvør tað er, ið hevur sett mannin í landsstýrissessin. Tó óvæntað, tí veruligi arbeiðsgevari hansara, dagin fyri hevði kallað politisku flokkarnar inn til fundar fyri at finna eina semju um, hvussu uttanríkispolitisku avbjóðingarnar skulu taklast. Ynskiligt er, at forða fyri signalforvirringi, tá almennu Føroyar boða frá støðu síni.

Og so fer landsstýrismaðurin út og kastar bensin á bálið. Spurningurin er, um løgmaður ikki átti at givið honum eitt nefs fyri hetta?.

Politiska handalagið annars í uttanríkispolitisku balansugongdini hevur annars verið sær sjálvum líkt. Vit vilja jú ikki melda greitt út um vit vilja slíta sambandið við russar, ella boða frá, at í Føroyum eru tað pengarnir, ið telja. So vit velja at bíða.

Fyrst skuldu vit bíða eftir hvat ES fór at gera. Og tá ES tók eina støðu, sum kundi fáa búskaparligar avleiðingar fyri føroyingar, valdi landsstýrið heldur at fylgja Noregi, tí teirra støðutakan ikki rakti føroyskt vinnulív (les Barentshavsflotan).

Nú treingir spurningurin seg á aftur. Ætla vit at samráða okkum til eina nýggja fiskiveiðiavtalu fyri 2023? Ætla vit framhaldandi at servisera russiskum skipum í føroyskum havnum? Kunnu vit gera tað uttan at tað fær avleiðingar? Politiskar og/ella búskaparligar?

Hmm. Vit velja at bíða. Líka bíða eitt sindur... helst í vónini um at tingini fara at loysa seg av sær sjálvum, so vit sleppa undan at taka støðu.

Tað sigur seg sjálvt, at ongin í politisku skipanini vil vera tann, sum við ideologiskum grundum kappar høvdið av eini heilari vinnu – Barentshavsflotanum – í júst hevur ella er við at endurnýggja seg fyri fleiri milliardir.

Onki bendir á, at trupulleikin loysir seg av sær sjálvum. Alt bendir á, at krígsgreðingurin í Kreml ikki fer at gevast í royndum sínum at innlima (í minsta) ein part av Ukreina í sítt ríki.

Harvið fara vesturlendsku blokeringarnar av Russlandi at halda fram í nógvar mánaðir afturat. Í radaramálinum sigur eitt samt politiskt landslag seg vera partur av vesturheiminum. Eru vit ikki eisini ein partur av vesturheiminum, tá tað ræður um at standa saman mótvegis ódámligu russisku krígsbrotsverkunum?



SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 7158

    Lisnar síður: 10669

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 10. september 2022

Uppskotið hjá MAP lyftir seg upp um hini

Okkurt bendir á, at tað var “Sloyvan” gongubrúgvin upp á takið og yvir á Skansan, sum gjørdi stóra útslagið tá vinnarin av arkitektakappingini um nýtt tjóðleikhús skuldi veljast

Arkitektatoymið hjá MAP arkitektum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú eru tekningarnar komnar á borðið. Eitt arkitektavirki er valt út at arbeiða víðari við ætlanini – at byggja eitt tjóðleikhús við Bursatanga, undir Skansanum vendandi móti Tinganesi.

Harvið eru enn ikki allar súður syftar. Arkitektavirkið verður verður nú sett at projektera bygningin meira nágreiniliga, men áðrenn spakin kann setast í, skal fígging finnast.

Í sambandi við at tey fýra uppskotini vórðu løgd fram í Müllers pakkhúsi í gjár, og MAP arkitektar vórðu kosnir vinnarar av arkitektakappingini, vórðu ongi tøl løgd á borðið, hóast ‘kostnaður’ var ein partur av fortreytunum, sum dómsnevndin dømdi eftir.

Um kostnaðin av vinnandi uppskotinum, stendur í dómsnevndarálitinum: “Teir givnu prísirnir mugu eftirkannast, men tykjast kortini at geva eina ábending um príslegu”. Heidi Poulsen, annar av stjórunum á MAP-arkitektum hevur greitt frá, at tey meta bygning teirra at fara at kosta um 280 milliónir krónur.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)


Nú fer landsstýrismaðurin við mentamálum, Jenis av Rana, í løgtingið at leita sær eftir játtan til at fara í gongd, men landsstýrismaðurin hevur eisini sagt, at søkjast skal grunnum – eisini útlendskum – fyri at finna fíggingina.

Tí verður væntað, at tað ganga minst tvey ár, kanska fleiri, innan farast kann í gongd við byggingina.

Samd dómsnevnd

Sambært Ólavi Jøkladal, formanni í dómsnevndini, var ongin ivi um, hvør skuldi vinna arkitektakappingina.

“Varkætlanin er vald sum einasti vinnari í kappingini, tí at hon lyftir seg upp um hini uppskotini á øllum týdningarmiklum parametrum”, byrjar nevndin sína lýsing av vinnandi uppskotinum.

Nevndin lýsir uppskotið fyri at vera djarvt og treyst, fyri at hóska væl inn í tann torgreidda býarlandslaggsliga samanhangin, og tí fer at trína fram sum nýggjur mentanardepil í landinum.

Arkitektarnir siga seg hava teknað ein organiskan bygning – har eru ongar ella fáar beinar linjur at hóma – har føroyskur dansur er brúktur sum fyrimynd. Dansistevini fara enntá at síggjast aftur í fasadunum, verður sagt.

Og tilsipingin til dansin var eisini høvið til at trína dansin og dansa Sinklars vísu, eftir at vinnarin varð kunngjørdur í Müllers pakkhúsi í gjár.

[object Object]

Gongusloyfu niðan á Skansan

Men tað tykist sum um, at sokallaða “sloyfan” – tað er ein gongugøta, ið snarar seg rundan um bygningin upp á takið, har ætlanin er at ein café skal vera, har tey vitjandi kunnu njóta útsýnið í allar ættir, fyri so víðari at ganga yvir um eina brúgv yvir á Skansan – eigur ein stóran part av orsøkini til at júst hetta uppskotið varð valt fram um hini. Hini høvdu ikki megnað at inndraga Skansan í projektið, vísir dómsnevndin á.

“Húsið trínur fram sum ein nýggj heild, sum við sínari lívrunnu grundflatarmynd hóskar væl saman við Skansanum og við sínari snotiligu terassubygging bæði savnar pygningspartarnar til eina heild og ger heildarmyndina áhugaverda og lætta í samanhanginum. Húsið er samstundis sermerkt, glæsiligt og eyðmjúkt”, sigur dómsnevndinmillum annað um arkitektonisku hugsjónina.

Í dómsnevndini hava sitið:
Ólavur Jøkladal, formaður í Leiklistaráðnum og formaður í dómsnevndini
Bjarni Wilhelm, formaður í bygginevndini fyri Tjóðleikhúsið
Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum
Jenny C. Petersen, stjóri í Tjóðpalli Føroya
Birita Wardum, býararkitektur í Tórshavnar kommunu
Bárður í Baianstovu, arkitektur hjá Landsverki
Ellan Braae, fakdómari, tilnevnd av Arkitektafelag Føroya
Kjetil Thorsen, fakdómari, tilnevndur av Arkitektafelag Føroya

Ráðgevarar við ongum avgerðarrætti hava verið: Torstein Nobling, serkønur í projektering av leikhúsum, Turpin N. Djurhuus, ljóssniðgevi og leikhúskønur, Jóhannes Steingrund, akustikari, Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur og Nina A. Arge, verkætlanarleiðari hjá Landsverki. 

[object Object]Arkitektatoymið saman við landsstýrismanni og dómsnevndarformanni. Frá vinstru: Jenis av Rana, landsstsýrismaður, Martin Müller Poulsen, byggifrøðingur, Finnur Justinussen, byggifrøðingur, Rakul Á. Jakobsen, landslagsarkitektur, Bárður Dal Christiansen, arkitektur, Heidi Poulsen, arkitektur og Ólavur Jøkladal. Rúni Abrahamsen, arkitektur, hevur eisini verið við í arbeiðinum



[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. september 2022

3 Leygardagur 10. september 2022

Charles III er kongur

Hann er tann, sum hevur verið krúnprinsur í longst tíðarskeið í søguni hjá Bretlandi. 73 ára gamli Charles er nú kongur

Charles kongur (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í tí løtuni, Elizabeth drotning doyði hósdagin, 96 ára gomul, gjørdist Charles kongur. Hann hevur verið krúnprinsur í 63 ár.

Charles kongur er sostatt tann, sum hevur verið krúnprinsur longst og er eisini tann elstri, sum nú gerst kongur í Bretlandi.

Hansara tignarheiti gerst Charles hin triði.

Bretska kongshúsið boðaði fyrr hósdagin frá, at støðan hjá drotningini var álvarsom. Hóskvøldið komu so boðini um, at hon varð farin. Charles kongur var við hennara lið, tá hon doyði á Balmoral slottinum í Skotlandi.

Elizabeth drotning hevur sitið á trúnuni í meira enn 70 ár. Maður hennara, Philip prinsur, doyði í fjør, 99 ára gamal.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2022

4 Leygardagur 10. september 2022

Løgmaður sent bretska konghúsinum samkensluskriv

Vegna Føroya fólk og Føroya landsstýri ynskir løgmaður at veita samkenslu til bretska Kongshúsið, bretsku stjórnina og bretska fólkið

Elizabeth drotning á Balmoral slottinum í Skotlandi 6. september. Hósdagin andaðist hon, 96 ára gomul (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur sent samkensluskriv til bretska forsætisráðharran í samband við at Elizabeth Drotning II andaðist í gjár.

Í brævinum skrivar løgmaður millum annað, at Drotningin í meiri enn sjey áratíggju var ímyndin av trúskapi og tign í einum alsamt umbroytiligum heimi.

Vegna Føroya fólk og Føroya landsstýri ynskir løgmaður at veita samkenslu til bretska Kongshúsið, bretsku stjórnina og bretska fólkið.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2022

5

Størv

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024
6 Leygardagur 10. september 2022

Treytaleysar fongsulsrevsingar fyri at smuggla hassj til Føroya

Føroyingarnir, sum tóku ímóti rúsevninum fingu strangari dómar enn danin, sum smuglaði evnini til Føroya

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein kvinna og tveir menn vóru mikudagin dømdir í Føroya Rætti fyri at hava smuglað hassj til Føroya.

Ein dani kom til Føroya við Norrønu 12. juni í ár. Við sær hevði hann oman fyri 9 kilo av hassji, sum var goymt í einum bili, ið var umbygdur til smuglingina.

Hasssjið bleiv funnið av tollvaldinum í samband við, at maðurin kom í land í Føroyum. Í staðin fyri at taka mannin beinanvegin, tá hann kom til Føroya, valdi løgreglan at fylgja við manninum við tí fyri eyga, at finna móttakaran av rúsevninum.

Dagin eftir, 13. juni bleiv maðurin handtikin í samband við, at hassjið bleiv handað tveimum føroyingum – einum manni og einari kvinnu.

Danin varð dømdur hálvtannað ára treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin og kvinnan, sum tóku ímóti hassjinum, blivu dømd treytaleysa fongsulsrevsing í ávikavist tvey ár og eitt ár og tríggjar mánaðir, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2022

7 Leygardagur 10. september 2022

Maria og Jákup framvegis vanligastu nøvn í Føroyum

Vanligastu nøvnini á kvinnum, sum búðu í Føroyum 1. januar vóru Maria, Anna og Annika, og hjá monnum vóru vanligastu nøvnini Jákup og Jógvan

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Vanligastu nøvnini í Føroyum eru framvegis Maria og Jákup.

Sambært Hagstovuni vóru vanligastu nøvnini á kvinnum, sum búðu í Føroyum 1. januar í ár, Maria, Anna og Annika. Síðani koma vælkend nøvn sum Beinta, Katrin, Rannvá og Marjun.

Hjá monnum vóru vanligastu nøvnini Jákup og Jógvan. Nøvnini Jákup og Jógvan hava ligið sum nummar eitt og tvey øll árini síðan 2001. Somuleiðis hava nøvnini Rúni, Martin og Høgni verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár.

Hjá kvinnum hava Maria, Anna og Annika verið ovast á listanum yvir nøvn á kvinnum øll árini síðan 2001, og tíggju tey vanligastu nøvnini í 2021 vóru at kalla tey somu sum í 2001. Einasti munur er, at navnið Durita er skift út við navnið Heidi.

Eins og á kvinnum eru tíggju tey vanligastu nøvnini á monnum at kalla tey somu í 2021 sum fyri 20 árum síðani. Einasta broyting er, at navnið Jan er skift út við navnið Jónas, skrivar Hagstovan.

Nøvn, sum eru munandi meira vanlig nú enn fyri 20 árum síðani, eru Lea, Emma, Ronja og Olivia á kvinnum, og Mattias, Silas, Lukas og Boas á monnum. Fleiri nøvn eru løgd aftur at síðan 2001, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Nóa, Bragi og Liam á monnum og Brá, Vón og Ria á kvinnum.

Dupultnøvnini eru ikki líka vanlig, sum tey hava verið. Millum 100 tey mest vanligu nøvnini á kvinnum i í 2021 vóru einans tvey dupultnøvn. Tey vóru Anna Maria og Anna Sofía, og millum nøvnini á monnum var bert eitt dupultnavn – Hans Jacob.

Les eisini: Lív og Jónas vóru best umtóktu nøvnini í fjør


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. september 2022

8 Leygardagur 10. september 2022

Merktu springararnir eru nú norðanfyri

Merkingin er liður í nýggjari verkætlan, har ætlanin er at merkja grind, springara og bóghvítuhval

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Springararnir, ið vórðu merktir í Fuglafirði leygardagin, eru farnir norð um oyggjarnar.

Við góðari hjálp frá bátum, umframt skótum og fólki annars á sandinum, eydnaðist at reka og halda einum minni bólki av springarum at sandinum í Fuglafirði, har fólk frá Havstovuni festu sendarar á seks springarar.

Fýra nýggir og tveir eldri sendarar vórðu festir á hornini, og tók sjálv merkingin áleið 45 minuttir.

Eftir at springararnir vóru farnir av pollinum aftur, hildu teir kósina norður ígjøgnum Djúpini. Haðani hildu tríggir springarar beina kós út í hellingina einar 35 fjórðingar norðanfyri, meðan ein springari er farin burturúr og meira eysturyvir. Enn er einki samband við teir báðar springararnar, sum fingu gomlu sendararnar áfestar, skrivar Havstovan á heimasíðuni. 

Henda merkingin er liður í eini nýggjari verkætlan á Havstovuni, har kaving, ferðing og útbreiðsla hjá grind, springara og bóghvítuhvali skal samantvinnast við hav- og lívfrøðiligar mátingar á Grønland-Skotlandrygginum. Hetta er fyri betur at skilja útbreiðslu og atburð hjá hesum havsúgdjórum.

Ætlanin er framyvir at merkja bæði grind, springara og bóghvítuhval, og sendarar eru tøkir til hetta.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2022

9 Leygardagur 10. september 2022

BankNordik hækkar rentuna

Negativa innlánsrentan verður eisini avtikin

(Mynd: Banknordik)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Evropiski miðbankin (ECB) avgjørdi hósdagin, sum væntað, aftur at hækka rentuna - hesa ferð við 0,75 prosentstigum.

Danski tjóðbankin hevur boðað frá somu rentuhækking, og tað hevur við sær, at BankNordik aftur fer at hækka bæði innlánsrentur og útlánsrentur. Í hesum sambandi verður negativa innlánsrentan avtikin.

Fyri privatkundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,55 prosentstigum p.a., meðan útlánsrentur fara at hækka við upp til 0,45 prosentstigum p.a. Fyri vinnukundar fara innlánsrentur at hækka við upp til 0,45 prosentstigum p.a., og somuleiðis hækka útlánsrentur og provisión við upp til 0,45 prosentstigum p.a. Rentubroytingin fær gildi fyri vinnukundar tann 30. september og fyri privatkundar tann 17. oktober, og lýst verður í bløðunum í næstum.

Hækkandi rentan hevur við sær, at bankin frá 1. oktober aftur fer at bjóða samansparingarkontur við positivari rentu:


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2022

10 Leygardagur 10. september 2022

Eisini Betri Banki tillagar út- og innlánsrenturnar

Nakað eftir, at BankNordik boðaði frá hækkaðum rentum, boðaði Betri Banki frá tí sama

(Savnsmynd: Betri)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sum væntað hækkaðu Evropeiski og Danski Tjóðbankin hósdagin leiðandi rentuna við 0,75 prosentstigum. Betri Banki hækkar tí eisini út- og innlánsrenturnar.

Útlánsrenturnar hjá privatkundum hækka við upp til 0,45 posentstigum. Samstundis hækka innlánsrenturnar. Millum annað hækkar rentan á bústaðarkontum til 0,75 prosent og á eftirlønarkontum til 0,50 proent.

[object Object]

Fyri vinnukundar hækka útlansrenturnar við upp til 0,45 prosentstigum, meðan negativa innlánsrentan hjá vinnukundum verður strikað.

Broytingin kemur í gildi 20. oktober.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2022

11 Leygardagur 10. september 2022

- Væntandi fara sethúsaprísirnir at javna seg ella lækka

Miðal sethúsaprísirnir eru hækkaðir 20 prosent hetta seinasta árið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Seinastu árini hava vit bara sæð miðalprísin fara ein veg – og tað er upp. Gongdin hevur verið tann sama fyrra hálvár í ár, men ábendingar eru nú um, at gongdin møguliga broytist komandi tíðina.

- Hóast miðalprísurin fer uppeftir, vísir tað seg hjá okkum, at flestu fólk eru vorðin meira varin. Tað er allarhelst grundað á rentuhækkingar og prísvøkstur seinastu tíðina. Sostatt er ikki óhugsandi, at sethúsaprísurin fer at javna seg ella lækka komandi tíðina, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim.

Miðal sethúsaprísir fyri fyrra hálvár 2022

Í miðal kostaðu eini sethús í Føroyum 2,7 milliónir krónur. Ein hækking á 20 prosent, samanborið við fyrra hálvár 2021.

Í Havn kostaðu eini sethús 3,9 milliónir. Tað er ein hækking á 11 prosent, samanborið við fyrra hálvár 2021.

Miðal sethúsaprísurin í Eysturoynni var 2,3 milliónir krónur og í Klaksvík 3 milliónir. Tað er ein hækking á ávíkavist 25 og 41 prosent.

Tølini fyri Eysturoynna og serliga Klaksvík skulu takast við tí fyrivarni, tí lutfalsliga fáar sølur hava verið í hesum tíðarskeiðnum, og nakrar einstakar sølur hava hálað miðalprísin upp.

[object Object]

Hvat merkir hetta?

Hækkandi bústaðarprísir hava við sær, at tað gerst dýrari at fíggja ein bústað, og tí er bústaðarbyrðan vorðin tyngri. Tað merkir, at ein størri partur av lønini fer til at fíggja bústaðin.

Bústaðarbyrðan fyri Føroyar var 23 prosent í 2021. Nú er hon komin upp á 26 prosent. Bústaðarbyrðan í Havn er hækkað frá 34 til 36 prosent sama tíðarskeiðið.

Bústaðarbyrðan í Eysturoynni og Klaksvík var ávíkavist 19 og 22 prosent í 2021. Nú er hon 23 og 29 prosent. Sum við sethúsaprísunum skulu tølini fyri Eysturoynna og Klaksvík takast við fyrivarni.

[object Object]

Tíðindaskriv frá Betri Banka


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2022

12 Leygardagur 10. september 2022

ALS: Arbeiðsloysið er søguliga lágt

Týsdagin í farnu viku rindaði ALS bara 138 fólkum arbeiðsloysisstuðul, ið er lægsta talið á fólki, sum nakrantíð hava fingið arbeiðsloysisstuðul eitt vanligt útgjaldsskeið, síðan ALS varð stovnað

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Arbeiðsloysið hevur ongantíð verið lægri, enn tað er nú.

Týsdagin í farnu viku rindaði ALS bara 138 fólkum arbeiðsloysisstuðul. Tað er lægsta talið á fólki, sum nakrantíð hava fingið arbeiðsloysisstuðul eitt vanligt útgjaldsskeið í yvir 30 ára gomlu søguni hjá ALS.

Tað skrivar ALS á heimasíðuna í vikuni.

Upphæddin, ið var goldin hesum 138 fólkunum, var 948.000 krónur, sum svarar til slakar 6.900 krónur í miðal til hvønn persónin.

– Vanliga arbeiðsloysið er vorðið so lágt, at tað øll útgjaldsskeiðini higartil í ár hava verið færri fólk, sum hava fingið vanligan arbeiðsloysisstuðul, enn tað hava verið fólk, sum hava fingið arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini.

ALS sigur, at vanligt er, at talið á viðskiftafólkum hjá ALS kvinkar uppeftir út á heystið og veturin, og væntast tað eisini at henda í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2022

13 Leygardagur 10. september 2022

Football is Medicine 2020 fær altjóða heiðursløn

Stóra ráðstevnan, Football is Medicine, sum var í Føroyum í 2020, fær nú altjóða heiðurslønina INCREDIBLE IMPACT frá BestCities Global Alliance og International Congress and Convention Association

Magni Mohr og May-Britt Skoradal
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin bórust tíðindi úr Lausanne í Sveis, sum vaktu ans her heima.

Har varð avdúkað, at stóra altjóða ráðstevnan, Football is Medicine, sum varð fyriskipað í Føroyum í 2020, fær altjóða heiðursløn til heystar. 

Tað vóru Magni Mohr, professari, og May-Britt Skoradal, adjunktur í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya, sum skipaðu fyri ráðstevnuni, og felagsskapirnir BestCities Global Alliance og International Congress and Convention Association (ICCA) hava nú valt júst Football is Medicine-ráðstevnuna at fáa heiðurslønina, sum eitur INCREDIBLE IMPACT. 

Magni Mohr, professari, er sera errin av virðislønini fyri FIM-ráðstevnuna, sum Visit Faroe Islands eisini valdi sum Ársins átak tað árið.

- Ráðstevnan í Havn gav eina samstarvsavtalu við ST av sær, og við henni røkka vit nógv longur út í heim. At WHO hevur valt okkara gransking og rørlsumodell í royndunum at náa globalu málunum fyri rørslu fram móti 2030, er heilt fantastiskt! Og at vit so eisini vinna eina altjóða heiðursløn fyri sjálva ráðstevnuna, er sjálvandi eitt ordans herðaklapp, sum vit øll eru takksom fyri, sigur Magni Mohr.

Í grundgevingunum fyri at heiðra Football is Medicine í Føroyum siga BestCities Global Alliance og ICCA soleiðis:

University of the Faroe Islands – Football is Medicine

The Faroe Islands in the North Atlantic - where 10% of the population is a registered footballer – and the perfect place to host an event showcasing the many benefits of playing soccer. Experts from all aspects of sports medicine, nutrition, and training delivered a compelling programme detailing how football can be used to enhance and enrich the lives of people everywhere. This is the world game as societal gamechanger; shaping physical and mental responses to recovery, ill-health, and well-being by using football as a way for us all to live happier and healthier lives.

Virðislønin verður handað á heimsráðstevnuni hjá ICCA, sum verður í Krakow í november. Tá fara Magni Mohr og May-Britt Skoradal at greiða frá, hvussu tey løgdu FIM-ráðstevnuna tilrættis, og hvørja ávirkan ráðstevnan hevur havt á heilsufremjan bæði her hjá okkum og altjóða. Við virðislønini eru eisini 7.500 dollarar, og hendan peningagávan verður markað til meira gransking.

Summi høvdu hug at rista við høvdinum, tá tað frættist, at Fróðskaparsetur Føroya og samstarvsfelagar skipaði fyri stórari altjóða – og fyri stóran part eisini uttandura – ráðstevnu í januar mánaði í Føroyum. Men May-Britt Skoradal, sum eisini stóð á odda og var mitt í rokanum tá, staðfestur, at tað ber væl til.

- Í fyrsta lagi er ikki nógv annað á skránni í januar, men í øðrum lagi, so skulu vit ikki óttast veðrið. Tað kom eisini greitt til sjóndar, at útlendsku gestirnir í roynd og veru vóru hugtiknir av eisini at kunna uppliva veður og vind. Í bakspeglinum vísti tað seg harafturat, at vit vóru beista heppin júst at hava valt januar mánað, tí stutt eftir læsti korona okkum niður. Ráðstevnan var serstakliga væleydnað, og í løtuni hava vit fleiri FIM-granskingarverkætlanir fyri børn, eldri og sjúklingar í Føroyum, sigur May-Britt Skoradal. 

Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn frøast um, at ein ráðstevna í Føroyum hevur fingið slíkan altjóða heiður. 

- Tað er okkara mál, at tær ráðstevnur, sum verða hildnar í Føroyum, seta fingramerki á fyrst og fremst tað heimliga og síðani altjóða samfelagið. Júst hetta gjørdi seg galdandi við FIM2020, og vit eru eisini serliga errin um at fáa slíkan heiður fyri eina lutfalsliga minni ráðstevnu, sum kortini megnaði at broyta heimin innan sítt serøki, siga tey haðani.

Football is Medicine (FIM) er ein altjóða vísindaligur felagsskapur, sum Magni Mohr, professari á Setrinum, og Peter Krustrup, professari á Syddansk Universitet, standa fyri. Talan er um 250-300 granskarar runt um í heiminum - føroyskir granskarar íroknaðir -, sum samstarva um FIM-samtakið. Seinastu 20-árini eru umleið 300 greinar almannakunngjørdar í vísindaligum tíðarritum, sum veita sterka próvførslu fyri, at fótbóltsspæl og onnur bóltspøl eru sera munadygg og breiðspektrað, tá tað ræður um at fremja heilsuna hjá børnum, vaksnum og eldri, umframt at hesin venjingarháttur virkar sum breiðspektraður heilivágur fyri sjúklingar, sum eru raktir av stóru fólkasjúkunum. Henda granskingin er umsett til fleiri rørslukonsept fyri børn í aldrinum 6-18 ár, vaksin og eldri, sum ongar royndir hava við bóltspæli, umframt til fleiri sjúklingabólkar og sosialt útsettar samfelagsbólkar. Henda íverksetan av gransking í samfelagnum, fólkaheilsuni at frama, er serstakt við Football is Medicine og hevur gjørt, at tað í dag er eitt altjóða fólkaheilsuátak.

FIM-felagsskapurin stovnaði í 2018 eina altjóða ráðstevnu, sum á fyrsta sinni varð hildin í Lissabon, Portugal. Árið eftir var Danmark vertur. Í januar 2020 varð triðja ráðstevnan so hildin í Havn, har Fróðskaparsetur Føroya, Fólkaheilsuráðið, Fótbóltssamband Føroya og Tórshavnar Kommuna arbeiddu saman í tøttum sambandi við Visit Faroe Islands. Í fimm dagar varð ráðstevnan hildin kring allan býin við 250 luttakarum, umboðandi fimm ymiskar heimspartar. Heimsheilsustovnurin, WHO, luttók, og avtalað varð at samstarva um komandi ráðstevnur, og WHO vildi brúka granskingar-grundaðu rørlsukonseptini hjá FIM í teirra arbeiði at fáa ein kropsliga virknari heim. Nú verður komandi FIM2022-ráðstevnan hildin í Doha, Katar, har FIM og WHO eru vertir. Eisini er avtala gjørd um ráðstevnur í Atlanta, USA í 2023 og Firenz, Italia í 2024. Hesar ráðstevnurnar og samstarvið við heimsheilsustovnin er sprottið beinleiðis úr ráðstevnuni í Føroyum. Ráðstevnan legði eisini nógv eftir seg í Føroyum, har fleiri av rørslukonseptunum vera brúkt í gransking, skúlum, kommunum og ítróttarfeløgunum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2022

14 Leygardagur 10. september 2022

Nýggir eigarar í Giljanes bussum

Ragnar og Joan Edvør Jacobsen í Miðvági taka yvir eftir Niels Olgar Joensen

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sp/f á Giljanesi, sum byrjaði í 1953, fer framyvir at eita Sp/f Giljanes Bussar, og tað verða Ragnar og Joan Edvør Jacobsen, sum yvirtaka felagið.

Tað var Finn Joensen sum stovnaði fyritøkuna, og í 1976 kom Niels Olgar Joensen, sonur Finn, uppí. Hendan fyritøka hevur havt bæði lastbilar,bussar og vallaraheim. 

- Niels hevur trúðliga fyngist við alla hesa koyring. Í 2011 seldi hann lastbilarnar og hevði so bussar og vallarheim eftir. Í 2016 seldi hann vallaraheimið og fór tá bert at hugsavna seg um busskoyring. 

Tíðin gongur, og Niels yngist ikki, hann ynskir at hava betri stundir til ymisk, sum busskoyringin ikki ordliga loyvir honum. Niels hevur leingi havt ein dreym um at ferðast meira og hugsaði um at selja longu fyri 3 árum síðani. Men nú er so tíðin komin, siga nýggju eigararnir í tíðindaskrivi.

Samráðingar hava verið og tað verða Ragnar og Joan Edvør Jacobsen úr Miðvági, sum verða nýggju eigarar.

- Felagið kemur framvegis at koyra við sínum eyðkendu farvu á bussunum, Gulir við reyðum strípum. Harafturat fer Grøni eisini at koyra víðari. Nýggju eigarnir gleða seg til at byrja uppá virksemi, verður sagt.

Lagt afturat, at Niels Olgar Joensen fer at hava ein buss eftir sjálvur, sum er til skúlakoyringina í Vága kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2022

15 Leygardagur 10. september 2022

Stakkurin fekk ársins herðaklapp frá Sunda kommunu

Á setanarløtu hóskvøldið varð avdúkað, at Stakkurin fekk heiðurin ”Ársins herðaklapp 2022” frá Sunda kommunu

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sunda kommuna hevur nógv tey seinastu árini heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gagns fyri borgarar í kommununi. Siðvenja er at handa hendan heiður tá árligu mentanardagarnir byrja.

Í ár hevði trivnaðarnevndin valt at felagið handan Stakkin skuldi hava heiðurin ”Ársins herðaklapp 2022”. Grundgevingin fyri at geva Stakkinum heiðurin ljóðaði millum annað soleiðis:

Ársins herðaklapp 2022 fær Stakkurin, fyri at vera ein virkin og savnandi felagsskapur í nærumhvørvinum. Felagsskapurin lýsir kommununa frá síni allar bestu síðu, varðveitir siðbundna mentan og gevur nógv aftur til nærumhvørvið. Í nógv ár hevur felagsskapurin savnað pening inn, sum tey síðani geva út aftur til góð endamál í nærumhvørvinum, millum annað bygdarhúsið. Felagsskapurin knýtir bygdafólkið, vitjandi og kommununa saman til eitt, og hetta hevur stóran týdning fyri okkum í Sunda kommunu.

Við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 3.000 kr. og ein gáva úr føroyskum gróti, sum myndar Stakkin.

Jógvan Magnussen, formaður í felagnum, tók ímóti heiðrinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2022

16
Leygardagur 10. september 2022

Sjøtul settur á føroyskt vinnu og siðsøgusavn fyri Grønlandsútróðurin

Áhugabólkur í Vága kommunu hevur savnað saman lutir, ið hava við Grønlandsútróðurin at gera. Ætlanin er at gera ein savnsbygning

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Síðan 2011 hevur ein áhugabólkur í Vága kommunu savna saman Grønlandsbátar og lutir, ið hava við Grønlandsútróðurin at gera, við tí fyri eyga, at varðveita henda týdningarmikla vinnuliga mentanararv til komandi ættarlið. Talan er um bátar úr nærum øllum Føroyum.

Grønlandsútróðurin var í mong ár sera týdningarmikil fyri føroyska búskapin, og var hann inntøkugrundarlagið hjá mongum føroyskum húskjum, ikki minst í Vágum. Sostatt var hann týðandi fyri vælferðina í Føroyum.

Eisini var hann íblástur hjá grønlendingum, ið vóru við føroyskum bátaskipum til at byrja sjálvstøðugt virksemi sum bátaeigarar og fiskimenn. Føroyingahavnin við Nordafar á odda var harumframt eitt gott dømi um væleydnað útnorðursamstarv.

Talan er um einar tíggju bátar í bátastøddunum áttamannafør, tíggjumannafør, seksæringar og størri bátar, umframt onnur før. Og verður hetta eisini einasta almenna maskinbátasavn í Føroyum.

Umframt bátarnar er ein stór mongd av spennandi lutum savnaðir saman eitt nú veiðiamboð, klæðir, lutir til matgerð, bátaútgerð so sum kumpassir, fiskiluppur, útvarpstól og medisinkistur eins og amboð til at smíða Grønlandsbátar við. Eisini eru skjalagoymslur og ein røð av øðrum lutum í varðveitslu.

Vinnu og siðsøgusavnið um Grønlandsútróðurin heldur í dag til í hølum hjá Vága kommunu og er nú ætlanin at fara undir næsta stig, at fáa varandi hølir til savnið í Miðvági, har grundøki longu er sett av. Í 2017 fekk áhugabólkurin játtan frá kommununi um at fara undir at gera eina verkætlan um ein savnsbygning og í 2020 tilsøgn til lendi.

Í hesum sambandi hava Kontrast arkitektar við Mayfinn Norðoy teknað ein savnsbygning til endamálið. Talan er um, ein eitt sindur ráan, einkultan timburbygning í Nordafarsstíli, við íblástri úr Føroyingahavnini, sum er rimaður uppi í skjøldrunum og við glasyvirljósi.

Lagt verður lutvíst upp til eitt livandi savn, har hugsast kundi, at bátur verður smíðaður úti í høllini, eins og Grønlandsbátarnir verða flotaðir til serlig høvi. Orkuliga er her talan um ein “grønan bygning”, har ljósið í høllini fæst gjøgnum glasyvirljós í takinum. Framsýningarhøllin verður ikki upphitað, meðan restin av bygninginum verður upphitað við sjóvarhita.

Áhugabólkurin er farin undir at søkja um fígging til savnsbygningin og verður talan um myndugleikar, vinnulív og grunnar bæði í Føroyum og uttanlands.

Savnið verður undir bygdasavninum og harvið Tjóðsavninum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2022

17 Leygardagur 10. september 2022

Óli P farin

Kendi teknarin í Føroyum, Óli Petersen, best kendur sum Óli P, er farin. Hann gjørdist 86 ára gamal

Óli P Í 2014 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Óli Petersen, best kendur sum Óli P, er farin, 86 ára gamal. Hann var uttan iva kendasti keiputeknarin í Føroyum, og seint sum til ársskiftið var hann virkin.

Hann varð føddur í Klaksvík 24. januar 1936. Hann gjørdi um seg í væl umtókta Rukkulakkanum, sum klaksvíkingar góvu út undan Norðoyastevnu frá 1957 í eini 25 ár á rað. Seinni teknaði Óli P fyri Sosialin í 25 ár, og í hálvtannað ár her á Portalinum. Seinastu fimm árini hava tekningarnar hjá honum verið at síggja á VP til hann á nýggjárinum gavst.

Óli Petersen var giftur Susanne Barding.

Tekningarnar, sum hann teknaði fyri Portal.fo frá apríl 2014 til oktober 2015, síggjast her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2022

18 Leygardagur 10. september 2022

Annfinnur Heinesen er settur sum leiðari av Varpinum

Annfinnur er klaksvíkingur, sum býr í Havn. Hann verður nú leiðari av nýggja mentunarhúsinum í Klaksvík, Varpið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á stýrisfundi í grunninum, Mentanarhús í Klaksvík, varð 8. september tikin avgerð um at seta Annfinn Heinesen í starv sum leiðara fyri nýggja Mentanarhúsið í Klaksvík, Varpið.

Annfinnur er 45 ár - ein klaksvíkingur, sum býr í Havn, ið hevur holla útbúgving. Umframt hægri útbúgving sum stjórnmálafrøðingur, hevur hann leiðsluroyndir, og er góður fyrisitari og formidlari, eins og gott tak á fíggjarstýring og verkætlanarleiðslu.

Eisini hevur Annfinnur hægri listarliga útbúgving sum sjónleikari frá Den Danske Scenekunst-uddannelse, og hevur hann starvast innan mentanarøkið í mong ár, harav fimm ár sum stjóri á Føroya Fólkaháskúla.

Hann hevur eitt stórt netverk, og er samanumtikið mettur at hóska væl til fjølbroyttu uppgávurnar sum leiðari av hesum spennandi húsi, har øll skulu kenna seg væl.

Annfinnur hevur góðan kunnleika til mentanarlívið í breiðari merking og fjølbroyttar royndir á føroyska mentanarpallinum. Eisini hevur hann góð boð uppá, hvussu Varpið kann gerast eitt livandi og fólksligt hús.

Eftir ætlan tekur hann við starvinum í november 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2022

19 Leygardagur 10. september 2022

Minnismerkið um Steffan Danielsen avdúkað

Leygardagin var hátíðardámur í Nólsoy

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Leygardagin var samkoma í góða veðrinum í Nólsoy, tá ein minnispláta um listamannin Steffan Danielsen varð avdúkað í sambandi við at hann fylti 100 ár. 

Borgarstjórin byrjaði við at bjóða fólkum vælkomnum í Krókagøtu, og greiddi frá ymsum minnum um Steffan. M.a. tá hann plagdi at koma inn til Havnar við útróðrarmonnum við málningum undir armunum, sum hann fór niðan til Eirikstoft at ramma inn. 

- Steffan var ein sjáldsamur maður, tó kanska tann mest originali og mest sermerkti føroyski listamaðurin í síni samtíð. Hann málaði samstundis sum William Heinesen, Mikines, Jack Kampmann og Ingálvur av Reyni. 

Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og formaður í mentamálanevndini, segði eisini nøkur orð um Steffan Danielsen, síðan varð minnisplátan avdúkað, nólsoyingar sungu og aftaná bjóðaði kommunan ein drekkamunn í Royndarhúsinum.

Nólsoyingar høvdu eisini púra óvæntað verið húsagongd og lænt málningar av Steffani til eina framsýning, sum varð sera væl vitjað.

Ólavur Frederiksen tók myndirnar

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2022

20 Leygardagur 10. september 2022

Beinir hevur konsertir í Danmark

Spælir í Vega í Keypmannahavn og VinDanmark í Aarhus í november

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í november fer Beinir Troest Rasmussen, sum á pallinum einans kallar seg BEINIR, at hava sínar egnu konsertir í Vega í Keypmannahavn og VinDanmark í Aarhus. Konsertirnar vera ávikavist mikudagin 9. og hósdagin 10. november. 

Í fjør hoyrdu danir á fyrsta sinni tónleikin hjá Beini, tá EP’in “World out There” kom út, og tá hann skrivaði og sang lagið “I’m Not Crying, You Are” saman við ungu donsku songkvinnuni Dopha á hennara fyrstu útgávu. At hita upp fyri størri nøvn, m.a. Dopha og Jonah Blacksmith, hevur eisini verið ein partur í arbeiðnum at fáa tónleikin hjá Beini út til fleiri áhoyrarar.

Síðan EP'in kom út, hevur Beinir skrivað og fyrireikað løg til eina heildarútgávu saman við góðum fólki hjá plátufelagnum "The Bank". Ætlanin er, at útgávan kemur í næsta ár.

Á konsertunum í novembur verða løg av "World Out There" og nýggj løg, sum verða á av komandi útgávuni, at hoyra. Beinir syngur og spælir einsamallur við gittara ella klaveri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2022

21 Leygardagur 10. september 2022

Jógvan Arge: Fólkaatkvøða og húsagangur

“Fólkaatkvøða og húsagangur” eitur nýggj bók eftir Jógvan Arge. Hetta er tann áttanda í røðini Mín krýnika

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

“Fólkaatkvøða og húsagangur” eitur nýggj bók eftir Jógvan Arge. Hetta er tann áttanda í røðini Mín krýnika. Hendan krýnikan røkkur frá politikarunum Erlendi Patursson og Hilmari Kass um fólkaatkvøðuna í 1946 og fiskimannaverkfallið í 1954 til politikkin um tíggjuáraskiftið 1990 og bankakrakkið í 1992.

Føroyskir oddamenn fingu ein dramatiskan dag í Keypmannahavn 5. oktober 1992. Atli Dam og Jógvan Sundstein vórðu boðsendir at vera Sjóvinnubankanum til hjálpar, tí danska fíggjareftirlitið ætlaði at stongja bankan, kom hann ikki við nýggjum eginpeningi.

Av tí, at landsstýrið einsamalt onki fekk gjørt, fingu teir í lag fund við forsætisráðharran Poul Schlüter. Men hann var hvørki til at høgga ella stinga í í fyrstu syftu. Beitti føroysku umboðini á aðrar myndugleikar og stovnar. Men tað segði alt tað sama. Ongin vildi játta at hjálpa bankanum.

Kortini arbeiddi stjórnin við eini loysn, sum kom undan kavi seint á kvøldi. Tá ásannaði eisini danski stjórnarleiðarin og hansara stjórn, at tað var ikki gott, um bankin stongdi. Hesin dagurin og tíðin undan hóttandi húsaganginum er ein týðandi partur av hesi áttandi krýnikuni.

Her eru eisini søgurnar um politisku oddamenninar Erlend Patursson og Hilmar Kass. Erlendur var odda-maður í tjóðveldisflokkinum og Hilmar í sjálvstýrisflokkinum. Hilmar var skipsføraralærdur og var mangan tungan á vágskálinií løgtinginum.

Hann sat á tingi í 22 ár og var í samgongu meginpartin av tíðini. Sum formaður í marknaðarnevndini luttók hann í mongum samráðingum um EEC og eisini um fiskiveiðusáttmálar við onnur lond. Sum fráleið dámdi honum ikki tær mongu og stóru játtanirnar frá tí almenna til vinnulívið.

Erlendur Patursson vaks upp í Kirkjubø. Fór 11 ára gamal til Íslands at ganga í skúla. Kom aftur úr Keyp-mannahavn eftir kríggið við prógvi sum cand.polit. Var fremstur millum teirra, sum talaðu fyri loysing á fólkaatkvøðuni 1946.

Var eisini teirra millum, sum stovnaðu málgagnið 14. September og Tjóðveldisflokkin í 1948. Kom inn á ting í 1954. Tá var hann eisini formaður í Føroya Fiskimannafelag, sum sama árið var í einum drúgvum og dramatiskum verkfalli.

Eysturoyingar komu í stórum tali av Skálafjørðinum Havnar at avmanna trolaran “Vesturskin”, sum var á veg til fiskiskap. Tá teir bordaðu hann, vórðu eysturoyingar móttiknir við dampi og skalkijarni. Skalkijarnið varð tikið úr hondum reiðarans, og verkfalsbrótarar vórðu tiknir í land. Stríðið endaði á løgtingi, har samtykt varð at hækka minstuløn fiskimanna munandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2022

22 Leygardagur 10. september 2022

Margreta drotning fær norðurlendska málvirðisløn

Fær heiðurslønina fyri m.a. at heita á ungdómar í Norðurlondum at tosa skandinaviskt saman

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Margreta drotning fær í ár tillutað norðurlendsku málvirðislønina, sum Norrøna Felagið, Foreningen Norden, í Noregi hevur latið síðan 2010.

Virðislønin, Nordens språkpris, verður givin fyri at heiðra persónum og stovnum, sum eru við til at økja um málfatanina tvørtur um landamørk í Norðurlondum.

Í ár verður tað hennara hátign Margrethe av Danmark, sum fær virðislønina, og tað verður hennara hátign Sonja drotning, sum handar virðislønina á einum hátíðarhaldi í Nordens Hus í Oslo 26. september.

Foreningen Norden sigur um Margretu drotning, at hon er ein týðandi rødd fyri norðurlendskt samstarv, felagsskap og mál. Ein av boðskapunum hjá drotningini hevur leingi verið, at ung fólk í Norðurlondum eiga at brúka skandinavisk mál tá tey hittast.

Enn eru tað bara persónar og stovnar úr teimum stóru norðurlondunum, sum hava fingið hesa málvirðislønina. Nevnast kunnu Fredrik Skavlan, Vigdís Finnbogadóttir, Martti Ahtisaari, Ghita Nørby, Sofie Gråbøl Victor Leksell og ungdómsrøðin Skam. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2022

23 Leygardagur 10. september 2022

Liz Truss nýggjur bretskur stjórnarleiðari

Hon tekur við eftir Boris Johnson

Liz Truss, nýggj forsætisráðkvinna í Bretlandi
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hóast álvarsmál sum methøgu orkuprísirnir og kríggið í Ukraina hava verið frammaliga í bretsku fjølmiðlunum seinastu tíðina, so er tað serstakliga eitt einstakt mál, sum hevur fylt mest. Og tað er valið av nýggjum stjórnarleiðara at taka við eftir Boris Johnson, sum varð noyddur at leggja frá sær vegna trupulleikar hann fyri tað mesta sjálvur hevði ábyrgdina av. 

Nú er so endaliga avgjørt, at tað verður Liz Truss, sum verður nýggj forsætisráðkvinna. Hon fekk góðar 81.000 atkvøður, 57 prosent meðan Rishi Sunak fekk góðar 60.000 atkvøður og 43 prosent.  

Tey bæði valevnini Liz Truss og Rishi Sunak hava ferðast kring alt landið fyri at vinna veljararnar, sum í hesum førinum, eru teir umleið 150.000 limirnir í bretska konservativa flokkinum. Og tey hava í óteljandi samrøðum lagt fram sínar loysnir og vissiónir fyri eitt Bretland fram til komandi val um hálvt triðja ár. Sunak vil økja skattirnar, Truss vil lækka teir, tí tað er mest í tráð við upprunaliga og grundleggjandi konservativa politikkin. 

Eitt tað fyrsta málið, sum Liz Truss hevur lovað at leggja fram og loysa er tann álvarsliga orkukreppan í landinum, ið hóttir við at taka grundarlagið undan milliónum av bretskum húsarhaldum. Methøgu gassprísirnir gera, at einstøku familjurnar megna ikki longur at rinda fyri gassið eins og fyri elrokningarnar, samtíðis sum fyritøkur standa til  at fara av knóranum, tí heldur ikki tær megna brádliga vaksandi orkuprísirnir, sum møguliga kunnu gerast tvífalt so stórir í komandi ári. Gass verður í dag brúkt í flestu bretskum húsarhaldum. 

Tað er greitt, at nógv er vent á høvdið síðani russisku innrásina í Ukraina, nú teitt nú tey grønu í Týsklandi, sum hava gingið á odda at stongja bæði kjarnorkuverk og kolafýrd orkuverk, nú lata upp aftur fyri bæði kola- og kjarnorku. Hetta merkir eisini kjakið í Bretlandi, har veljarakanningar, sum blaðið The Sun kunnggjørdi í gjár, vísa, at ein stórur partur av bretum ynskja, at nýggja stjórnin heldur fram at menna olju- og gassleiting og framleiðslu í Norðsjónum samtíðis sum skundað verður undir menning av varandi orkukeldum sum sól-, vind- og  sjóvarfalsorku. 

Um somu tíð sum bíðað verður eftir, hvat nýggi bretski forsætisráðharrin fer at gera fyri at minka um orkukostnaðin hjá húsarhaldum, boða onnur lond í Evropa so sum Týskland, Svøriki og Finland frá, at tey fara at lata stórar upphæddir til at lætta um hjá húsarhaldum, nú orkuprísirnir raka meint. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2022

24 Leygardagur 10. september 2022

Týsk familja datt niður í flogfari

Helst hava tey fýra fólkini mist vitið og flogfarið flogið við autopiloti til onki brennievni var eftir

(Mynd: Flightradar)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sunnukvøldið datt eitt lítið privatflogfar niður í Eystrasalt, nakað uttan fyri lettiska havnabýin, Ventspils.

Týska blaðið Express visti morgunin eftir at siga, at umborð var ein týsk familja. Talan er um 72 ára gamla vinnulívsmannin og roynda flogskiparan, Peter Griesemann, kona hansara, 68 ára gamla Juliane, 26 ára dóttirin Lisa og ein 27 ára gamal maður, sum helst var unnustin hjá dóttrini.

Flogfarið fór úr suðurspanska býnum Jerez fyrrapartin sunnudagin, og setti kós móti Köln í Týsklandi. Men komið til Týsklands helt flogfarið bara á at flúgva somu kós til tað datt niður í Eystrasalt, helst tí onki brennievni var eftir.

Peter Griesmann átti flogfelagið, Quick Air, sum skipaði smáar privatar flogtúrar.

Mett verður, at tað verður trupult at staðfesta við, hvat orsøkin til flogvanlukkuna var, serliga um vrakið ikki verður bjargað.

Slík smá flogfør hava vanliga ikki nakran svartan kassa, eins og vanligt er við størri ferðafólkaflogførum, sigur ein flogserfrøðingur við svenska sjónvarpið.

Reuters skrivar, at umleið klokkan 17.37, lokala tíð, misti flogfarið hædd, og tað skifti kós tvær ferðir á ferðini, yvir Paris og Köln.

Netstaðið Flightradar vísti, at minuttirnar áðrenn flogfarið datt niður kl. 19.45, misti tað nógva hædd. Tað hvarv av Flightradar nakað áðrenn klokkan 20.

Eftir øllum at døma hevur tað flogið við autopiloti, til onki brennievni var eftir, skrivar NTB.

Flogfarið, sum var av slagnum Cessna 551 var skrásett í Eysturríki. Tað er 14 metrar langt, veingjabreiðið er 15 metrar, og tekur upp til tíggju ferðafólk.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2022

25 Leygardagur 10. september 2022

Lýsi og D-vitamin onga ávirkan á koronasmittu

Ein norsk granskingarætlan ætlaði at vísa á, at lýsi forðaði fyri at gerast sjúk av covid-19 – men so er ikki

(Mynd frá reklamufilmi)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Livralýsi ella fiskaolja er gott. Tað er tað nógvir føroyingar, sum trúgva upp á. Nú vísir ein norsk kanning, at lýsi onga ávirkan hevur mótvegis koronavirus. Tað skrivar NRK í dag.

Um 35.000 fólk vóru við í norsku kanningini av lýsi. Í fjør vetur fekk helmingurin av fólkunum í kanningini eitt vanligt skamt av lýsi frá granskarunum – hin helmingurin fekk maisolju, eitt sokallað placebo.

Báðar oljurnar høvdu smakk av sitrón, og ongin visti, um tað var fiskaolja ella maisolja, tey fingu. Granskararnir vildu finna útav, um bólkurin, sum fekk lýsi var minni útsettur fyri covid-19.

D-vitaminir

Granskarin og ígerðarlæknin, Arne Søraas, stóð fyri kanningini saman við 14 øðrum granskarum.

- Høvuðsorskin til at kanna árinið av livralýsi er, at fleiri kanningar fyrr hava víst, at D-vitaminir hava eina jaliga ávirkan á órinsverjuna, sigur Søraas við NRK.

Lýsi er fiskaolja við nógvari D-vitamin. Í Noregi eins og í øðrum norðurlondum, hevur verið vanligt at tikið lýsi ta myrku ársins tíð. Um veturin fáa vit ikki nógvar D-vitaminir frá sólarljósinum, og tí taka fólk lýsi sum kostískoyti.

Í medisinskum samanhangi verður slíkt kostískoyti roknað sum eitt lágt skamt av D-vitamin, skrivar NRK.

Men ger tann dagliga súpiskeiðin ella hylkið vil lýsi okkum mótstøðufør móti koronasmittuni?

Norsku granskararnir hava nú givið eitt greitt svar í tíðarritinum British Medical Journal

Ongin ávirkan

Úrslitið av kanningini er greitt; vanliga kostískoytið við lýsi, sum norska fólkið vanliga tekur, hevur als onga ávirkan móti farsóttini. Ískoytið hevur heldur onga ávirkan á aðrar sjúkur í andingarleiðini.

Tað var ongin munur á bólkinum, sum fekk lýsi og bólkinum, sum fekk maisolju.

Kanningin varð gjørd yvir seks mánaðir. Í hesum tíðarskeiðinum gjørdist á leið líka nógv fólk í hvørjum bólki sjúk av  covid 19.

- Úrslitið er óvæntað. Vit høvdu rokna við, at fólk sluppu lættari við einum ískoyti av D-vitaminum, sigur Søraas við NRK.

Fleiri ymsar forkláringar kunna vera til úrslitið av norsku kanningini. Í fyrsta lagið umboðaðu tey 35.000 fólkini ein tvørskurð av norska fólkinum, og norðmenn mangla í útgangsstøði ikki D-vitamin í blóðinum.

Kanningar gjørdar í øðrum londum hava eisini víst, at tað serliga eru fólk, sum hava manglað D-vitamin, sum hava verið í størri vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av covid-19.

Sunt ískoyti kortini

Í norsku kanningini hava luttakararnir fingið smáar skamtir við D-vitaminum. Arne Søraas sigur, at tað er ikki vist at størri skamtir høvdu víst ávirkan á fólk flest. Hann leggur eisini afturat, at tey enn onki kunnu siga um langtíðarávirkanina av lýsi, hetta tí kanningarverkætlanin bert gekk yvir eitt hálvt ár.

- Tí kunnu vit ikki vísa aftur, at lýsi hevur eina ávirkan. Vit vistu heldur ikki hvussu nógv av fólkunum høvdu tikið lýsi yvir longri tíð áðrenn tey komu við í kanningina, sigur granskarin.

Hóast kanningin ikki vísir á nakra ávirkan, so ætlar Arne Søraas tó ikki at gevast við at taka sína dagligu skeið við lýsi. Hann sigur at fiskaolja hevur fleiri aðrar gagnligar ávirkanir á kroppin.

Fitisýran omega 3 kann vera góð fyri hjartað, og lýsi kann eisini forða fyri lágum D-vitaminstøði í blóðinum. Álvarsligt trot á vitamin D økir um vandan fyri at fáa fleiri aðrar sjúkur.

- Kanningin vísir eisini, at lýsi hevur sera fá hjáárin, og er tí eitt trygt kostískoyti at brúka, sigur Søraas við NRK. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2022

26 Leygardagur 10. september 2022

Oslo fær ælabogagøtu

Gøtan har tvey fólk vórðu skotin fyrr í summar verður nú løgd við ælabogalitunum

(Mynd: vartoslo.no)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

24. juni í ár, náttina fyri, at stóra pride-gongan skuldi vera í norska høvuðsstaðnum, Oslo, vóru tveir mans skotnir til deyðis av einum manni, sum kom inn á dansistaðið London Pub í Rosenkrantz’ Gata, og fór at skjóta rundan um seg við einum skotvápni. Fleiri fingu skaðar í hendingini.

London Pub er eitt væl umtókt savningarstað hjá samkyndum fólkum, og tað gjørdist eisini skjótt greitt, at talan var um eitt hatursálop fyri at raka samkynd.

Í dag verður eitt minningarhald í gøtuni, har skottilburðurin fór fram.

Og í vikuni byrjaðu fólk frá kommununi at leggja eitt lag við ælabogans litum á gøtuna fram við London Pub. Arbeiðið skal vera liðugt áðrenn hátíðarhhaldið í dag.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2022

27 Leygardagur 10. september 2022

Týska stjórnin samtykt hjálparpakka á 483 milliardir

Hjálparpakkin er tann triði í røðini, sum skal lætta um trýstið á húsarhald kring landið, sum eru rakt av vaksandi orkuprísum

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz sigur, at Týskland fer at klára seg gjøgnum veturin (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna leygardag samdist týska samveldisstjórnin um ein hjálparpakka á 65 milliardir evrur, ið svarar til góðar 483 milliardir í okkara krónum.

Endamálið við hjálparpakkanum er at lætta um trýstið á húsarhald kring landið, sum eru rakt av vaksandi orkuprísum orsakað av minkandi innflutningi av russiskum gassi.

Tað er neyðugt við rættstundis og hóskandi hjálp til borgarar og fyritøkur í hesari kreppuni, siga samgonguflokkarnir í fráboðan.

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz sigur, sambært Ritzau, at Týskland fer at klára seg gjøgnum veturin, hóast tey standa í einari orkukreppu.

Á tíðindafundi segði Christian Lindner, fíggjarmálaráðharri, at fleiri tiltøk skulu hjálpa landinum at klára seg gjøgnum kreppuna.

M.a. nevnir hann bíligari prísir hjá almennu samferðsluni umframt fíggjarligan stuðul til pensjónistar og lesandi. Eisini fáa eldri og onnur, sum ikki eru før fyri at arbeiða meira stuðul, og fleiri barnapengar.

Hetta er triðju ferð, at týska stjórnin kemur við einum hjálparpakka, sum skal lætta um hjá fólkinum, sum eru rakt av inflasjón og búskaparkreppu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2022

28 Leygardagur 10. september 2022

Novaja Gazeta sleppur ikki at halda fram í Russlandi

Óhefta russiska blaðið hevur í dag mist loyvið at virka sum miðil í landinum

Her stendur Dmitrij Muratov, ábyrgdarblaðstjóri á Novaja Gazeta, við einum eintaki av blaðnum í sambandi við uppboðssøluni í New York í juni, har Nobel-friðarheiðursløn hansara varð seld til frama fyri børn í Ukraina (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Óhefta russiska blaðið Novaja Gazeta hevur mist loyvið at virka sum miðil í landinum.

Tað var ein dómstólur í Moskva, sum í vikuni tók loyvið aftur.

Blaðið hevur verið atfinningarsamt í sambandi við russisku innrásina í Ukraina, og í mars tók ábyrgdarblaðstjórin, Dmitrij Muratov avgerð um fyribils at steðga við virkseminum, inntil kríggið í Ukraina er liðugt.

Russiskir miðlar hava fingið forboð ímóti at brúka orðini innrás og kríggj í sambandi við tað, sum gongur fyri seg í Ukraina, og hava miðlar fingið boð um í staðin at nevna hetta eina "serliga hernaðarliga atgerð". Avgerðin um at taka ein steðg var, sambært blaðstjóranum tikin fyri at tryggja, at blaðið kundi halda fram við virkseminum í framtíðini.

Men Novaja Gazeta varð hálað í rættin av russiska miðlaeftirlitinum Roskomnadzor fyri ikki at hava lagt fram neyðug skjøl viðvíkjandi einum eigaraskifti í 2006, skrivar DR.

Í 2021 vann Dmitrij Muratov friðarheiðursløn Nobel’s fyri sínar royndir at verja talufrælsið í landinum. Heiðurlønina vann hann saman við filipinsk-amerikonsku tíðindakvinnuni Maria Ressa.

Í juni varð Nobel-heiðurslønin seld á uppboðssølu fyri 103,5 milliónir dollarar, ið tá svaraði til góðar 732 milliónir krónur. Peningurin frá uppboðssøluni skuldi latast børnum í Ukraina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2022

29 Leygardagur 10. september 2022

Hava minkað um útlátið við 17 prosentum fyrsta árið

Limafeløgini í "Burðardygt Vinnulív" hava minkað um CO2 útlátið við 17 prosentum nú minni enn eitt á eftir, at feløgini bundu seg til verkætlanina

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

9. september, eitt ár eftir at framsøkna ætlanin um at minka útlátið við 17 prosentum varð kunngjørd, kunnu limafeløgini í Burðardygt Vinnulív boða frá, at tey í felag hava minkað CO2 útlátið við 17 prosentum. Allir limirnir minkaðu antin um Vav 1 ella 2-útlátið og onkur bæði, og onkur við tilsamans 23 prosentum. Teirra partur av føroyska útlátinum minkaði frá 11 prosentum í 2020 til 9 prosent í 2021. 

Hendan minkingin gjørdist veruleiki minni enn eitt ár eftir, at feløgini bundu seg til verkætlanina. Átøkini fevna millum annað um at gera maskinpartin elektroniskan, skifta til burðardyggar køli- og hitaskipanir og at skifta yvir til elbilar.

Stovnandi limirnir í verkætlanini, Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist og Vist, JT electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ og Vónin, hava eisini kunngjørt 50 tiltøk fyri at minka um teirra ávirkan á náttúruna, millum annað við at økja um innsavningina og endurnýtsluna av nótum frá fiskivinnuni og alivinnuni, minka um nøgdina av burturkasti og at nýta burðardyggar rávørur. 

Átøkini, sum feløgini bundu seg til, vórðu kunngjørd á einum tiltaki, har leiðslurnar í feløgunum eisini løgdu fram eina leiðbeining fyri, hvussu føroyskar fyritøkur kunnu rapportera teirra ESG-lyklatøl (umhvørvis-, sosial- og leiðsluviðurskifti). 

Nevndarformaðurin fyri átakinum og stjórin fyri Gist og Vist, Johannes Jensen, sigur í viðmerking.

- Tað er sera gevandi at síggja so góð úrslit eftir at hava samstarva í einans eitt ár. Átakið hevur givið okkum ein møguleika at samstarva og motivera hvønn annan og eisini at fáa íblástur frá øðrum feløgum uttanfyri Føroyar. Endamál okkara er at vísa ábyrgdafulla leiðslu, so vit fara at gera meira við at loysa avbjóðingar í vinnulívinum og fara at menna felags amboð. Eitt økt gjøgnumskygni í okkara arbeiði innan burðardygd og at eggja øðrum at gera tað sama er grundarsteinurin í sterku brúnni, vit skulu byggja.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2022

30 Leygardagur 10. september 2022

Skunda nú undir sjóvarfalsorkuna í Vestmannasundi

Tann næsti sjóvarfalsdrekin, “Dragon 4” hjá svensku orkufyritøkuni Minesto er komin til landið, og fer saman við tí fyrsta drekanum eisini at framleiða elorku inn á netið hjá SEV

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta skriva fleiri útlendskir orkumiðlar í vikuni. Nýggi drekin byggir á royndirnar frá tí fyrsta, sum nú hevur verið í gongd í eina tíð og framleitt orku inn á elnetið hjá SEV.  

Sum skilst líkjast teir báðir drekarnir, men onkrar broytingar eru gjørdar á tí seinna drekanum út frá royndunum við tí fyrsta, sum annars hava verið væleydnaðar.

Teir báðir drekarnir skulu framleiða 3,5 GWt hvør um árið. Minesto miðjar ímóti at kunna framleiða ein stóran part av føroysku elnýtsluni sum frálíðir við sjóvarfalsorku í føroysku firðunum. Umframt Vestmannasund verður eisini Hestfjørður brúktur til spennandi verkætlanina við varandi orku. 

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2022

31 Leygardagur 10. september 2022

Bretar seta nú ferð á oljuleiting nærhendis Føroyum

Hetta verður gjørt fyri at kunna vera sjálvveitandi við olju og gassi í 2040

Nýggja bretska forsætisráðkvinnan, Liz Truss, gjørdi púra greitt í Undirhúsinum í vikuni, at hon fer at seta ferð á nýtt olju- og gassvirksemi bæði í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, sum er økið millum Hetland og Føroyar
SkrivaÐ:

Jan Müller

Nýggi bretski stjórnarleiðarin, Liz Truss, er ikki í iva: hon fer at geva grønt ljós til nýtt olju- og gassvirksemi í Norðsjónum.

Eitt av fremstu málum hennara sum nýggjur stjórnarleiðari er at rudda slóð fyri skilagóðum loysnum í orkumálinum bæði uppa stytri og longri sikt. Hon hevur sett sær fyri at gera tað lættari hjá vanligum húsarhaldum og vinnuni at kunna rinda komandi orkurokningar eins og hon ynskir at gera Bretland sjálvbjargið við olju og gassi í 2040.

[object Object]

Fyri at røkka hesum seinna málinum fer hon fyrsta dagin at geva boð um at geva grønt ljós til umleið 150 nýggj leitiloyvi í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, tvs. økinum millum Hetland og Føroyar. 

Hetta skrivar Energy Voice. Liz Truss hevur gjørt Undirhúsinum í London greitt, at hon raðfestir egna leiting og framleiðslu av olju og gassi so mikið høgt, tí hon ynskir, at Bretland ikki skal vera heft at innfluttari orku. 

Tað er longu greitt, at fleiri av nýggju leitiloyvunum fara at liggja framvið føroyska markinum skilur orkan.fo á ráðstevnu í London í farnu viku. Nýggja útbjóðingin fer av bakkastokki longu í komandi mánaði. Hetta upplýsir nýggi vinnu- og oljumálaráðharrin, Jacob-Rees Mogg.

Útmeldingarnar koma eftir eini naggatódn í sambandi við framtíðar olju- og gasspolitikkin hjá stjórnini, har umhvørivsfelagsskapir hava hótt við at fara í rættin við stjórnini, um hon letur uppaftur fyri leiting við tí grundgeving, at hetta stríðir ímóti veðurlagsmálunum. Hesum hevur ein framstandandi lærari á Lærda Háskúlanum í Aberdeen víst aftur og sigur, at lógin letur als ikki upp fyri møguleika at fara í rættin fyri at steðga leitiloyvum. 

Nýggi ráðharrin Jacob-Rees Mogg sigur, at stjórnin fer framhaldandi at halda seg til grøna orkuskiftið og grønu ídnaðarkolveltingina, sum hann málber seg, og til at røkka net-null útláti í 2050. -Men fyri at røkka hesum máli fara vit at hava brúk fyri bæði olju og gassi, og tí fara vit nú at kunngera eina nýggja leitiútbjóðing vónandi longu í oktober, sigur hann. 

Liz Truss, forsætisráðharri hevur eisini gjørt greitt, at hon fer ikki at taka undir við at seta ein nýggjan eykaskatt á olju- og gassfeløg, tí hon vil heldur hava hesi feløgini til at gera týðandi íløgur í bæði leiting og útbyggingar fyri nettup at kunna gera Bretland óheft at innfluttari orku. 

Truss hevur eisini gjørt greitt, at hon fer at taka undir við, at royndir verða gjørdar við “fracking”, sum er ein serstakur framleiðsluháttur í sambandi við olju- og gassframleiðslu á landi. Tað er í dag bannað. 

Nýggja forsætisráðkvinnan leggur dent á, at hóast hon fer at skunda undir nýtt  olju- og gassvirksemi, so fer hon at seta ferð á grøna orkuskiftið við eitt nú at menna reina og varandi orkutøkni  til vetni, sól- og vindorku eins og til at fanga og goyma CO2. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. september 2022

32 Leygardagur 10. september 2022

Framtíðar føroysk olja og gass møguligan leiklut fyri orkutrygdina í Evropa

Løgmaður bjóðar altjóða orkufeløgum vælkomnum til Føroya at leita eftir olju og gassi, ið kunnu hava ein leiklut í at hjálpa orkutrygdini í Evropa.

Barður á Steig Nielsen, løgmaður í tíðindaskrivi á orkumessu í London: - Framtíðar føroysk olja og gass møguligan leiklut fyri orkutrygdina í Evropa
SkrivaÐ:

Jan Müller

- Vit vilja fegin geva okkara íkast til orkutrygdina í Evropa og standa dyrnar opnar fyri altjóða orkufeløg at koma til Føroya at leita eftir olju og gassi.

Hetta varð boðskapurin hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, tá føroyskur básur lat upp á stórari leitimessu í London í vikuni.

[object Object]Simon Baer, stjóri í seismikkfyritøkuni PGS var sera imponeraður av greiða úttalilsinum hjá løgmanni, tí tað gevur fyritøkum í vinnuni álit á, at Føroyar eru eitt trygd stað, har vinnan kann gera íløgur í og arbeiða (Mynd: Jan Müller)


Seinastu tíðina hava stjórnarleiðarar kring Evropa staðfest, at orkustøðan í Vesturheiminum er vorðin so mikið álvarslig, at stig mugu takast  til tess at økja um framleiðsluna av m.a. olju og gassi. Og hetta er eisini nakað, sum bæði føroyski stjórnarleiðarin, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og orku- og vinnuráðharrin Magnus Rasmussen, kundu hugsað sær at verið ein partur av.

[object Object]Umboð fyri stórfyritøkuna Schlumberger vitja føroyska básin og spyrja eftir tilfari um føroysku undirgrundina og treytir fyri at arbeiða í Føroyum (Mynd: Jan Müller)


Í tíðindaskrivi frá FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki, undir heitinum: “The Faroes - and Europe's Energy Crises”, sum varð lagt fram á tveimum ráðstevnum í London, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður m.a.:  

- Órógv og umvelting í orkuveitingini  m.a. orsakað av russisku innrásini í Ukraina hevur varpað ljós á stóra týdningin tað hevur fyri orkutrygdina íEvropa at framleiða orku tættari nærumhvørvinum. 

- Bygt á kanningar, sum eru gjørdar av okkara jarðfrøðingum, hava vit góðar vónir um, at tað kunnu finnast stórar nøgdir av olju og gassi í okkara øki, og sum møguliga kunnu vera eitt íkast til evropeisku orkutrygdina.

Við hesum í huga ynski eg at vátta og endurtaka okkara avgerð um at hava hurðarnar opnar fyri orkufeløg, sum vilja søkja um loyvi at leita í føroyskum øki.

Løgmaður sigur víðari, at øll tey feløg, sum vilja taka av hesum tilboði, vilja fáa hjálp frá Jarðfeingi og øðrum stovnum og ráðum og heldur fram:

- Óneyðugt at siga, at tað samtíðis er ein skylda at tryggja, at alt virksemi er í tráð við føroyska veðurlagspolitikkin hjá landsstýrinum.

[object Object]Samskiparin av BEOS ráðstevnuni, Marta Diaz, peikar á áhugaverd leitimið í føroysku undirgrundini (Mynd: Jan Müller)

[object Object]

Í tíðindaskrivinum frá FOÍB, sum gekk sum heitt breyð á ráðstevnunum, er eisini samrøða við Magnus Rasmussen, landsstýrismann við orku- umhvørvis- og vinnumálum. Har sigur hann, at hurðarnar standa framvegis opnar fyri orkufeløg at koma til Føroya. Og harvið byggir hann á herðarnar hjá undanfarna landsstýrismanni.

Hann sær eisini fegin, at feløg, sum arbeiða hinumegin markið bæði við leiting, útbyggingum og framleiðslu, eru meira enn vælkomin at brúka føroyskar vørur og tænastur og at brúka Føroyar sum útgerðarstøð. Við hesum sipar hann m.a. til tær báðar risastóru útbyggingarnar av olju- og gasskeldunum Cambo og Rosebank, sum, tá tær fara undir framleiðslu, verða millum tær størstu á bretska landgrunninum sum heild.

Í tíðindaskrivinum er eisini samrøða, sum Útvarpið hevði við stjóran á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe, har hann m.a. sigur, at útlendsk orkufeløg longu nú brúka orku til at hyggja eftir leitimøguleikum í Føroyum, og hann er bjartskygdur um, at okkurt  oljufelag kann fara at søkja um leitiloyvi í næstu framtíð.

(Faroe Offshore Service hevur stuðlað FOÍB í luttøkuni á ráðstevnunum í London)

[object Object]Umframt BEOS ráðstevnuna skipaði bretska felagið hjá øllum offshore orkuídnaðinum í Bretlandi fyri raðstevnu, har m.a. leitimøguleikar við Føroyar vóru á skránni

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2022

33 Leygardagur 10. september 2022

Føroya Arbeiðsgevarafelag: Eiga at seta ferð á eitt grønt og trygt orkuskifti

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur savnað síni sjónarmið innan orkuøkið í einum riti. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at vit eiga at seta ferð á eitt grønt, effektivt og trygt orkuskifti til orkuframleiðslu úr varandi orkukeldum skrivar felagið á heimasíðuni

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at vit eiga at fá sett ferð á eina væl skipaða og skilagóða umlegging til framleiðslu úr varandi orkukeldum, meðan orkuframleiðsla grundað á kolvetni verður útfasað, og vit gerast minni bundin at innfluttari olju. Á brúkarasíðuni er neyðugt at umleggja brúkaraskipanir til el-riknar skipanir, s.s. hitapumpur og elrikin akfør.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at samstundis sum landið hevur eina langtíðar visión fyri føroyska orkuøkið, eigur landið eisini at seta sær stuttíðarmál fyri grønu útbyggingarnar, og so javnan rætta kós og seta nýggj mál við støði í teimum tøkniligu møguleikunum, sum eru tá.

Á henda hátt nærkast vit áhaldandi visiónini um, at 100 prosent av orkuni skal koma frá varandi orkukeldum. So hvørt sum vit nærkast málinum, ber betri til at meta, um og nær tað er skilagott, at øll orkan skal koma úr varandi orkukeldum. Sannlíkt verða tey seinastu prosentini dýr at fáa umlagt til grøna orkuframleiðslu.

Kanningar benda á, at vit á tryggum grundarlagi eiga at kunna fáa eina nógv størri el-framleiðslu úr varandi orkukeldum, samstundis sum el-framleiðsluprísurin kann lækka nakað og gerast meira støðugur. Tað snýr seg tí um, at landið og kommunurnar taka stig til at skipa el-marknaðin, so vit fáa grønari og bíligari el.

Fyri føroyskar fyritøkur, og serliga føroyskar útflutningsfyritøkur, er kappingarførið treytað av einari burðardyggari framleiðslu, eisini í mun til útlát. Tað er tí neyðugt at tryggja framdrift í orkuskiftinum, men annars leggja soleiðis til rættis, at vit ikki fáa trupulleikar av óstøðugari elveiting ella skjótt hækkandi el-prísum, sum eisini kunnu ávirka kappingarførið.

Vegurin at røkka málinum um eina grønari og effektivari orkuveiting, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag vera at aktivera fleiri fólk og meira kapital til at arbeiða fram ímóti einum effektivum orkuskifti.

SEV eigur at verða sundurskilt í eitt framleiðslufelag og eitt netfelag, størri kapping eigur at vera um el-framleiðsluna, meira privatur kapitalur eigur at verða aktiveraður, og marknaðurin skal annars skipast so, at elprísurin til brúkararnar verður lágur.

Á henda hátt verða størst sannlíkindi fyri, at brúkarin fær ein stabilan og lágan el-prís, samstundis sum grøna el- framleiðslan verður útbygd. Á framleiðslusíðuni verður størri kapping um prísir, nýggj hugskot kunnu mennast og brýnast, og nýggjur kapitalur verður tøkur til at fremja útbyggingarnar. Høvuðsuppgávan hjá almenna netfelagnum verður at eiga og reka netið og at hava yvirskipaðu systemábyrgdina. Almenn útboð av varandi orku skulu tryggja, at nóg nógvur máttur verður installeraður til at nøkta vaksandi orkutørvin.

Á nýtslusíðuni má endabrúkarin fáa ein meira aktivan leiklut og størri valmøguleikar, tí tað grøna valið liggur í stóran mun hjá honum.

Stórir møguleikar eru í at minka orkutørvin við at orkurenovera bygningar v.m., so orkutørvurin minkar.

Prísurin á nýtsluskipanum grundaðar á varandi orku lækkar alsamt. Tað er tí ivasamt, í hvønn mun tað í framtíðini verður neyðugt við serligum avgjaldsfrítøkum, sum skulu eggja fólki til at velja grønar orkuskipanir framum oljuriknar. Tað týdningarmesta er, at el-prísurin er so lágur sum til ber.

Eisini eiga skipanir við ymiskum elprísum at verða settar í verk, so vit í størri mun enn í dag javna nýtsluna út á døgnið.

Á sjónum eru framvegis avmarkaðir møguleikar fyri at leggja um frá oljuriknum motorum til battarídrivnar hjá fiskiskipum og langfara farmaskipum. Ymsar royndir verða gjørdar, so her er tað fyribils ein spurningur um at fylgja við í teknisku menningini. Hinvegin kann landið í størri mun enn higartil taka atlit til orkuspurningin, tá karmarnir kring fiskivinnuna verða lagdir til rættis.

Skipanir við landstreymi til skip, sum liggja við kai, eiga at verða fyrireikaðar og settar í verk sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag m.a. í samandráttinum av orkusjónarmiðjunum hjá felagnum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. september 2022

34 Leygardagur 10. september 2022

AB vann á stórabeiggja

Argjamenn tryggjaðu sær trý umráðandi og óvæntað stig Inni í Vika, har HB var á vitjan. AB er nú oman fyri niðurflytingarstrikuna aftur

(Skíggjamynd: Tv.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Heldur óvæntað úrslit á Argjum sunnudagin. HB var á vitjan hjá lítlabeiggja, og endaði við at tapa. Havnarmenn hava havt yvirvág seinastu árini, men hesaferð var tað AB sum fór avstað við øllum og vann 2-1.

HB var uttan stórar profilar í verjuni frá byrjan, og fyrsta málið hjá AB kom eisini tá HB-verjan ikki kláraði at beina bóltin burtur í brotsteiginum í 31. minutti. Ramzi Idrissou hevði síðsta fótin á bóltinum.

Stegan Radosavljevic javnaði fyri HB í 40. minutti, men í 64. minutti kom avgerandi málið. Málið er skrásett sum sjálvmál, og kom tá misskiljingar í HB-verjuni aftur løgdu AB á odda.

Annars hevði HB bóltin fyri tað mesta, men argjamenn stríddust sum úlvur á skóg og vóru kanska hepnir at havnarmenn ikki fingu meira burturúr. Millum annað setti Øssur Dalbúð bóltin inn tvær ferðir, men í báðum førum metti dómarin, at hann var rangstaddur.

AB lyftir seg við sigrinum upp um niðurflytingarstrikuna og upp á 20 stig.

B36 vann trygt 3-1 móti B68, og tað hevur við sær at toftamenn nú eru á níggjunda plássið aftur og á niðurflytingarkós.

Í Streymnesi brustu EB/Streymur og NSÍ saman, og har fingu sundalagsmenn eitt umráðandi stig í stríðnum um gylta evropaplássið.

Víkingur setti óvæntað stig til í Sørvagi. 07 Vestur legði seg á odda í 41. minutti við brotssparki, og ikki fyrr enn í 76. minutti megnaðu gøtu og leirvíkingar at javna, men fleiri mál komu ikki.

07 Vestur kann fegnast um ta eina stigið og hevur nú 22 stig.

Oddaliðið KÍ var á vitjan hjá botnliðnum Skála. KÍ vann 1-0 eftir brotsspark frá Jóannes Bjartalíð.

Úrslit 21. umfar

AB - HB 2-1 (1-1)
31’ Ramzi Idrissou 1-0
40’ Stefan Radosavljevic 1-1
64’ Sjálvmál

EB/Streymur - NSÍ 1-0 (0-0)
61’ Jay Andersen 1-0

B36 - B68 3-1 (3-0)
14’ Michal Przybylski 1-0
27’ Rasmus Nissen 2-0
34’ Rasmus Nissen 3-0
80’ Áki Johannesen 3-1

07 Vestur - Víkingur 1-1 (1-0)
41’ Mads Borchers 1-0 (br.)
76’ Finnur Justinussen 1-1

Skála - KÍ 0-1 (0-1)
45' Jóannes Bjartalíð 0-1 (br.)

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 59 stig
2. Víkingur 50 stig
3. HB 43 stig
4. B36 33 stig
5. EB/Streymur 30 stig
6. 07 Vestur 22 stig
7. AB 20 stig
8. NSÍ 19 stig
9. B68 17 stig
10. Skála 8 stig

Komandi umfar Betri deildin menn

Leygardagin kl. 15: B68 - EB/Streymur
Sunnudagin kl. 15: AB - B36
Sunnudagin kl. 15: Víkingur - KÍ
Sunnudagin kl. 15: 07 Vestur - HB
Sunnudagin kl. 18: Skála - NSÍ


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2022

35 Leygardagur 10. september 2022

Vágamenn javnaðu beint fyri leiklok

07 Vestur javnaði í evstu løtu í góðveðrinum á Dungsandi, og spenningurin heldur sær sostatt til seinnu hálvfinaluna móti KÍ

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stór frøi millum heimaáskoðararnar, tá dagsins maður Mads Borchers í 88. minutti javnaði til 2-2 fyri 07 Vestur ímóti KÍ í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

Tá bara átta minuttir vóru leiktir var tað eisini Mads Borchers, sum var síðstur á bóltinum, og legði vágamenn á odda 1-0. Hendan óvæntaða støðan helt sær til inn í seinna hálvleik tá Páll Klettskarð fyrst javnaði og síðani legði KÍ á odda 2-1.

Tá so tveir minuttir vóru eftir av longdari leiktíð vóru vágamenn aftur uppá spæl og javnaðu til 2-2 - sama úrslit sum í hinari hálvfinaluni, sum varð leikt í kvøld millum Víking og HB.

Tað er púra opið tá liðini hittast aftur um ein mánað.

07 Vestur - KÍ 2-2 (1-0)
8’ Mads Borchers 1-0
56’ Páll Andrasson Klettskarð 1-1
64’ Páll Andrasson Klettskarð 1-2
88’ Mads Borchers 2-2

Sverri Egholm tók myndirnar á Dungasandi mikukvøldið:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2022

36 Leygardagur 10. september 2022

Javnleikur í dramatiskari uppgerð í Norðragøtu

Tvey mál í part og eitt reytt kort í part. Tað er púra opið til seinnu hálvfinaluni millum Víking og HB

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Undirhald manglaði ikki í Sarpugerði mikukvøldið, har fyrra hálvfinalan millum Víking og HB í kappingini um Løgmanssteypið, varð leikt.

Sølvi Vatnhamar legði heimaliðið á odda í 17. minutti, men longu seks minuttir seinni javnaði Hørður Askham fyri HB.

Síðsta løtan av fyrra hálvleiki gjørdist ógvuliga dramatisk. HB verjuleikarin Bartal Wardum sá seg noyddan at fella Andreas Lava Olsen í brotsteiginum og varð revsaður við reyðum korti. Brotsspark til Víking, sum Sølvi Vatnhamar í fyrsta umfari brendi, men hann var klárur á returinum.

Tá sá svart út hjá HB’arunum, men tíðliga í seinna hálvleiki fekk Noah Mneney sítt seinna gula kort og so var aftur 10 móti 10.

Og tá so Áki D. Samuelsen skoraði fyri HB í 84. minutti var alt javnt aftur, 2-2.

Hetta gjørdist eisini úrslitið, og alt er opið til seinnu hálvfinaluna um ein mánað.

Víkingur - HB 2-2 (2-1)
17’ Sølvi Vatnhamar 1-0
23’ Hørður Askham 1-1
45’ Sølvi Vatnhamar 2-1
84’ Áki D. Samuelsen 2-2

Sverri Egholm tók myndirnar

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2022

37 Leygardagur 10. september 2022

Bjartalíð bestur í august

Jóannes Bjartalíð úr KÍ fekk flestar atkvøður, tá besti spælari í august mánað skuldi veljast. Nummar 2 gjørdist Pætur Petersen úr HB, og á einum deildum 3. plássi endaðu tveir víkingar

Jóannes Bjartalíð, saman við ommu síni, Rúnu Frimansdóttir, ið uttan iva telist millum størstu fjeppararnar hjá KÍ (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– Takk fyri tað! Tað var slett ikki so galið. Nú hevur Sølvi Vatnhamar mestsum tikið ognarrætt upp á hatta, so tíð upp á at onkur roynir at geva honum kapping. Men hann hevur eisini verið góður, og er tað framvegis, so einki løgið í tí.

Soleiðis sigur Jóannes Bjartalíð úr KÍ – við einum skálkasmíli – tá honum verður ynskt tillukku, og hann samstundis verður kunnaður um, at hann er valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í august mánað.

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið fylgja væl við hvat fyriferst í fremstu deildini, ið atkvøða.

Tá talt varð saman, hevði Jóannes Bjartalíð fingið 8 av 10 møguligum atkvøðum. Honum á baki kom Pætur Petersen úr HB, og á einum deildum 3. plássi komu Martin Klein Joensen og Sølvi Vatnhamar úr Víkingi.

– Vit ætla okkum FM, eingin ivi um tað, og tað sær eisini gott út í løtuni. Men einki er avgjørt, og enn er langur vegur eftir á mál, sigur Jóannes Bjartalíð við heimasíðuna hjá FSF.

Fyri heiðurin fekk Jóannes Bjartalíð eitt gávubræv á 1.500 krónur frá Effo, og eina glasstandmynd, ið er latin av Betri. Tað var omma Jóannes, Rúna Frimansdóttir, ið stóð fyri handanini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2022

38 Leygardagur 10. september 2022

Fingu ikki eitt bein til jørðina móti Skotlandi

Føroysku kvinnurnar taptu týsvøldið 6-0 móti Skotlandi, men nógvu áskoðararnir settu dám á dystin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sera trupul mótstøða á Tórsvølli, tá kvinnulandsdystur í fótbólti var týskvøld. Skotland sum fyrr í hesari undankappingini vann 7-1 ímóti okkum var á vitjan, og tað gjørdist eins trupult og vænta.

Úrslitið gjørdist 6-0, og vit vóru ongantíð nær við at skora.

Hetta var seinasti dysturin í HM-undankappingini á hesum sinni, har okkara kvinnur hava roynt seg móti nøkrum av teimum heilt góðu liðunum í heiminum. Einki stig er komið á kontuna, og bara tvey føroysk mál eru skorað. 56 mál eru latin inn í teimum átta dystunum.

Nakað sum vindur uppá seg eru áskoðararnir, og tað verður gjørt eitt stórt arbeiði at fáa nógv børn til dystirnar. Týskvøldið vóru 760 áskoðarar á Tórsvølli.

Føroyar - Skotland 0-6 (0-4)

Sverri Egholm tó myndirnar:

[object Object]

[object Object]

Fleiri myndir her

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2022

39 Leygardagur 10. september 2022

Hava flutt okkum rætta vegin

- Vit byrja nú veruliga at síggja nógv av teimum tingunum, sum vit hava arbeitt hart fyri at betra seinastu árini, sigur Ásla Johannesen hóast 6-0 tapið móti Skotlandi í kvøld

Ásla Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Vit hava flutt okkum rætta vegin, og vit byrja nú veruliga at síggja nógv av teimum tingunum, sum vit hava arbeitt hart fyri at betra seinastu árini.

Tað sigur liðskiparin á føroyska liðnum, Ásla Johannesen, eftir 0-6 tapið móti Skotlandi týskvøldið.

Hetta var seinasti dysturin í hesair HM-undankappingini. Hóast tað gjørdist ein harður dystur og ein greiður skotskur sigur, so endaði kvinnulandsliðið við einum avriki, sum vit øll kunnu vera errin av.

- Vit kenna okkum betri skipaðar á vøllinum, og vit megna fyri stóran part at standa betri ímóti, men okkara mótstøðulið eru enn betri fyri enn vit. Tí ræður um at halda fram við hesum arbeiðnum hjá okkum, og vit fara avgjørt víðari nú við góðum treysti, sigur Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá FSF.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsta málið kom eftir 10 minuttir, men eftir hetta setti føroyska verjan – og ikki minst Óluva Allansdóttir Joensesn í málinum – propp fyri í meira enn ein hálvan tíma. Tað sá eisini leingi út til, at eittmálsleiðslan fór at halda sær heilt til hálvleiks, men síðstu minuttirnar fyri steðgin, gjørdu gestirnir bart og skoraðu heili trý skjót mál, soleiðis at liðini fóru til hálvleiks við støðuni 0-4.

Snøgt sagt sama leikgongd helt fram í seinna hálvleiki, har føroysku kvinnurnar bardust sum úlvur á skóg móti áhaldandi skotsku álopunum. Tvær ferðir afturat fór bólturin um málstrikuna, men eftir dystin er greitt, at okkara landsliðsleikarar kunnu vera ernar av sínum innsatsi í kvøld.

Næsta uppgávan hjá A-landsliðnum við kvinnum verður Baltic Cup í Estlandi í oktober.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2022

40 Leygardagur 10. september 2022

Bukaðu Estland á Tórsvølli

Maria Vinjardsdóttir Johansen, Malena Olsen, Lea Tórarenni og Lisa Haraldsen skoraðu málini, tá U19-landsliðið við gentum leygardagin vann seinna venjingardystin móti Estlandi 4-1

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Hesir báðir venjingardystirnir hava verið sera ymiskir. Fyrri dysturin helt eg var rímuliga javnur, men vit komu nokkso tíðliga afturút við fleiri málum, so tað var ikki so hugaligt. Tó haldi eg, at vit fingu nógv positivt burturúr, har vit tordu at spæla og komu eisini til onkrar kjansir. Men har vóru eisini nøkur viðurskifti, serliga í verjustøðu, sum vit skuldu betri til seinna dystin, og tað má sigast, at tað eydnaðist væl.

Soleiðis sigur Pætur Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum í fótbólti við gentum, millum annað, eftir at tær leygardagin vunnu 4-1 í seinna venjingardystinum móti Estlandi. Málini skoraðu Maria Vinjardsdóttir Johansen, Malena Olsen, Lea Tórarenni og Lisa Haraldsen. Fyrri dysturin, sum varð spældur í Hólmanum á Eiði hóskvøldið, endaði 4-0 til Estland.

- Tað var heilt greitt, at vit í seinna dystinum vildu vera stinnari í verjustøðu allastaðni á vøllinum, og hanga eisini meir saman sum lið. At vit so krydda tað við tveimum fantastiskum málum, og øðrum tveimum málum, ið eru merkt av góðum arbeiðsavriki, sigur nógv um hesar genturnar.

- Til slíkar uppgávur er nevniliga avgerandi, at tær trúgva upp á egnan mátt og megi. Vit hava so nógvar dugnaligar spælarar, at tað er eingin orsøk at halda, at tað ikki ber til. Vit síggja spælarar, sum útyvir at stríðast fyri lívinum, eisini eru púra róligar á bóltinum, samstundis sum tær megna og tora at spæla seg fram til málmøguleikar.

So samanumtikið var hetta ein framúr góð samling, við tveimum góðum og læruríkum dystum. Nú gleða vit okkum til næstu avbjóðingarnar, sum vera í november, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Næst á skránni hjá U19-gentunum er EM-undankapping í Litava, sum verður frá 6. til 15. november. Umframt Føroyar og Litava, eru Ísland og Liktinstein eisini við í bólkinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2022

41 Leygardagur 10. september 2022

H71-kvinnurnar vunnu Lionsbikarið

Hoyvíkskvinnur vunnu greitt 38-22 á Kyndli

(Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Endurtøkan av steypafinaluni endaði við greiðum H71 sigri. Dysturin um Lionsbikarið 2022 hjá kvinnum endaði við einum 38-22 sigri til H71 móti Kyndli.

Hálvleiksstøðan var 18-12 til H71.

Hetta er startskotið til hondbóltskappingina, sum byrjar hetta vikuskiftið.

Sum altíð hava dystirnir um Lionsbikarið annað og meira upp á seg enn bara hondbóltin, tí teir verða fyriskipaðir í samstarvið millum Hondbóltssambandið og Lions Club í Føroyum, og tí verður eitt vælgerandi endamál eisini stuðlað.

Hesaferð verður tað áhugafelagið, Hoyr, ið fær ágóðan frá dystunum um Lionsbikarið og eisini frá stórsteypadystunum, ið verða spældir til várs. 

SMS-deildin kvinnur hetta vikuskiftið:

Leygardagin kl. 16: EB - Kyndil í Høllini við Streymin
Leygardagin kl. 16: VB - Neistin í Høllini í Vági
Sunnudagin kl. 14: H71 - VÍF í Hoyvíkshøllini
Sunnudagin kl. 15: Stjørnan - StÍF í KÍ-høllini

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2022

42 Leygardagur 10. september 2022

Kollfirðingar vunnu Lionsbikarið hjá monnum

Stóri leikarin í dystinum var Vuk Stevanovic, sum skeyt heili 17 mál

(Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍF vann Lionsbikarið hjá monnum síðsta sunnudag.

Kollfirðingar vunnu 34-28, eftir at H71 var á odda 15-13 í hálvleikinum. 

Stóri leikarin í dystinum var Vuk Stevanovic, sum er komin úr Team Klaksvík til Kollafjarðar. Hann skeyt heili 17 mál.

Hesaferð fer tað sum kemur inn frá dystunum um Lionsbikarið til áhugafelagið Hoyr. 

Hetta vikuskiftið fer landskappingin í hondbólti í gongd.

Í Burn-deildini hjá monnunum verður spælt soleiðis:

Leygardagin kl. 18: KÍF - VÍF í Høllini í Kollafirði
Sunnudagin kl. 16: H71 - VÍF í Hoyvíkshøllini
Sunnudagin kl. 17: Team Klaksvík - StÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2022

43 Leygardagur 10. september 2022

Nýggjur leistur í hondbóltskappingunum

Nú hava seks tey bestu liðini í grundspælinum møguleika at spæla seg í FM-finalurnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú um vikuskiftið byrja kappingarnar í fremstu hondbóltsdeildunum. Og tað verður við einum nýggjum kappingarleisti.

Heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum skrivar, at kappingarleisturin nú er endaliga samtyktur á limafundi.

Nýggi kappingarleisturin minnir um verandi leist, tó er endaspælið broytt nakað. Í grundspælinum spæla liðini tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum, hareftir kappingin verður skipað í endaspæl.

Í endaspælinum verða fyrst leiktar fjórðingsfinalur millum ávikavist nummar 3 og 6 og nummar 4 og 5 á stigatalvuni. Leiktur verður ein dystur millum liðini, har liðini ovari á stigatalvuni hava heimavøll

Liðini sum enda nummar 1 og 2 á stigatalvuni í grundspælinum koma beinleiðis í hálvfinalurnar, har tey møta vinnarunum av fjórðingsfinalunum. Nummar 1 møtir lægra liðinum á stigatalvuni eftir grundspælið og nummar 2 hægra.

Leiktar verða best av trimum hálvfinalum. Nummar 1 og 2 á stigatalvuni í grundspælinum hava heimavøll í øðrum og møguligum triðja dysti.

Tapandi liðini í hálvfinalunum leika ein dyst um triðja pláss í kappingini. Liðið, sum endaði ovari í grundspælinum hevur heimavøll.

Føroyameistaraskapinum verður leiktur best av fimm finalum. Tríggir finaludystir skulu vinnast fyri at gerast føroyameistari.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2022

44 Leygardagur 10. september 2022

H71-menninir skulu til Serbia

Skulu spæla móti Partizan Beograd í fyrsta umfari av European Cup

H71 fekk eisini harða mótstøðu í fjør, tá teir møttu Drammen. Pauli Mittún er ein av fleiri leikarum, ið hava tikið av nýggjum avbjóðingum, og ikki spæla við H71 meira (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Lutakast var týsdagin í European Cup hondbóltskappingini fyri menn. Føroysku meistararnir úr H71 skulu spæla móti Partizan Beograd.

Hondbóltssambandið skrivar, at talan er um eitt avbjóðandi lutakast, tí Partizan gjørdist nummar 2 í serbisku hondbóltskappingini, bæði í 2020/21 og 2021/22.

Søguliga er Partizan eisini tað næstmest vinnandi felagið í serbiskum hondbólti.

Dystirnir skulu avgreiðast millum 29. oktober og 6. november.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2022

45 Leygardagur 10. september 2022

Vilhelm Poulsen á vikuliðnum fyri bestu donsku deildina

Hoyvíkingurin fekk eina sera góða byrjan í donskum hondbólti. Høgri bakkurin skoraði átta mál og gjørdist toppskjútti í dysti fyri Lemvig-Thyborøn farna vikuskiftið

Vilhelm Poulsen eftir landsliðssigur á heimavølli. Hann hevur nú tikið eitt fet upp á hondbóltsleiðini, og byrjanin var góð (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri hvørja viku í  "Herre Håndbold Ligaen" í Danmark verður eitt lið sett, har leikararnir við best avrikum á sínum plássi verða settir á.

Fyrsta umfar varð leikt farna vikuskiftið, og í dysti Suðurjútlandi gjørdi ein nýggjur leikari í deildini av álvara bart.

Talan var um 23-ára gamla føroyingin Vilhelm Poulsen, sum í summar skifti úr íslendskum hondbólti. Hoyvíkingurin spælir nú fyri Lemvig-Thyborøn, ið var á vitjan hjá Sønderjyske fríggjakvøldið. Heimaliðið var omaná, og vann við trimum málum, men Vilhelm skoraði átta mál.

Hann gjørdist harvið toppskjútti í og høgri bakkurin er nú á vikuliðnum: 

[object Object]

Skanderborg Aarhus tapti eisini fríggjakvøldið. Hákun West av Teigum skoraði trý mál í 24-22 ósigrinum í Fredericia. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. september 2022

46 Leygardagur 10. september 2022

Ísrael vann greitt á føroysku flogbóltskvinnunum

Aftur sunnudagin var Ísrael greiði vinnarin og vann 3-0. Hesaferð varð spælt í Høllini á Hálsi

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyar - Ísrael, kvinnur: 0-3 (09-25, 11-25, 15-25)

Lítið riggaði í fyrsta setti, og við fimm servifeilum, so melur stigateljarin skjótt. Tað sá nú ikki so galið út aftaná 3-4, men so vann Ísrael sjey bóltar á rað og legði seg á odda 11-3, áðrenn settið var vunnið 25-9.

Byrjanin av øðrum setti gekk av skriðuni, og støðan gjørdist 1-10, áðrenn Føroyar fingu glið á sítt spæl. Men so gekk eisini toliliga javnt á restina av settinum, sum Ísrael vann 25-11.

Tað sá heilt gott út, tá vit bara vóru aftanfyri við einum stigi við støðuna 4-5 í triðja setti, men so kom aftur ein seria, har Ísrael vann sjey stig á rað og legði seg á odda 12-5, og so tóktist góðan byrjanin at vera farin fyri mutur og skutur.

Men so var aftur eitt tíðarbil, har nógv hepnaðist hjá Føroyum, og munurin minkaði niður í 12-15, áðrenn kinkur kom á aftur, og Ísrael vann 25-15.

Mikudagin skuldu kvinnurnar aftur spæla, hesaferð á útivølli móti Rumenia og í morgin, 11. september, verður seinasti dysturin hjá Føroyum í kappingini tá Kroatia kemur á vitjan. 

Kelda: Flogbóltssamband Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2022

47 Leygardagur 10. september 2022

577 fólk gingu og runnu hálvmaraton í Vágum

Fyrstur á mál hjá monnum varð Rógvi Kárason við tíðini 1 tíma 20 minuttir og 21 sekund. Hjá kvinnum var tað Lydia Jacobsen sum var skjótast við tíðini 1 tíma 37 minuttir og 40 sekund

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroya vakrasta hálvmaratonn er altíð nakað serligt fyri Ítróttarfelagið Frælsi, og renningin í ár var einki undantak. Í allar fagrasta veðri farna leygardag varð gingið og runnið úr Gásadali til Sandavágs, ígjøgnum allar bygdirnar í Vágum.

Við góðari hjálp og stuðli frá hjálparfólkum, stuðlum, Vága bjargingarfelag, kommununum í Vágum, fólki í oynni og øllum luttakarunum, ger tað møguligt at skipa fyri hesum stóra tiltakinum.

Fyrstur á mál hjá monnum varð Rógvi Kárason við tíðini 1 tíma 20 minuttir og 21 sekund. Honum á baki um málstrikuna varð Henry Olsen við tíðini 1 tíma 23 minuttir og 21 sekund og sum nummar trý var tað Hanus í Horni Nielsen við tíðini 1 tíma 24 minuttir og 45 sekund.

Hjá kvinnum vóru tað Lydia Jacobsen við tíðini 1 tíma 37 minuttir og 40 sekund, Borgarhjørt Holm 1 tíma 43 minuttir og 6 sekund, og sum nummar trý kom Hergerð Heldarskarð við tíðini 1 tíma 43 minuttir og 46 sekund. 

Tilsamans gingu og runnu 577 fólk allan tann langa teinin úr Gásadali til Sandavágs. Allar tíðirnar síggjast við at klikkja her og á facebook síðuni hjá Ítróttarfelagnum Frælsi, har nógvar ymiskar myndir frá degnum eisini eru at síggja.

Føroya vakrasta hálvmaratonn er eisini eitt stuðulstiltak, har peningur verður samlaður inn til at stuðla Krabbameinsfelagnum, og í ár komu inn 52.000 krónur. Umframt hetta verður á hvørjum ári ein upphædd eisini latin til Beran, hálparfelagsskapur fyri bør og ung, ið hava mist ein tey eru góð við.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. september 2022

48 Leygardagur 10. september 2022

Magnus Tausen varaforseti í ÍSF

Nýggja starvsnevndin hjá ÍSF hevur nú havt sín fyrsta fund, síðani Anna-Maria Toftegaard, Kerstin Laksáfoss og Magnus Tausen herfyri vórðu vald í nevndina fyri Schandorff Vang, Jon Hestoy og Sigurð Rasmussen, ið ikki tóku við afturvali

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nýggju starvsnevndarlimirnir koma afturat John Kjær, sum heldur fram - og Elini H. Joensen, forseta.

Á fyrsta fundinum skipaði nevndin seg við Magnusi Tausen sum varaforseta. Hann tekur við sessinum eftir Jon Hestoy, sum hevur verið varaforseti seinastu seks árini.

Íðkanarumboðið við á fundi
Hetta var eisini fyrstu ferð, at Hávard Vatnhamar - umboð fyri íðkanarnevndina - var við á fundi hjá starvsnevndini, og tað var áhugavert at hoyra gløggu sjónarmiðini hjá Hávardi Vatnhamar.

Íðkanarnevndin varð stovnað í vár, tí ynski hevur verið á at geva fremstu ítróttarfólkunum eina rødd inni í ÍSF, har avgerðirnar verða tiknar.

Javnstøða
Nýggja starvsnevndin hevur fulla javnstøðu - við tveimum kvinnum og trimum monnum afturat forsetanum.

Hetta er beinleiðis í tráð við málini hjá ÍSF um, at javnstøðubýtið í ítróttanevndum skal vera 70/30 í 2025 og 60/40 í 2030.

Strategi hjá ÍSF 2022-2026
Á fyrsta fundinum viðgjørdi starvsnevndin nýggju strategiini hjá ÍSF. Í hesum sambandi bleiv tosað um tey fýra arbeiðsøkini, sum ÍSF hevur eggjað øllum føroyskum ítróttafeløgum at arbeiða við komandi fýra árini.

Økini eru "Øll skulu við", "Fjálga um sjálvboðin", "Ítróttagleði fyrst og fremst" og "Styrkja úrvalsumhvørvini".

Við hesum nýggju felags fokusøkjunum fer allur føroyskur ítróttur at toga somu línu, og fyrsta uppgávan hjá nýggju starvsnevndini er at raðfesta tey ítøkiligu átøkini, sum skulu gerast innan hvørt av hesum fýra økjunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. september 2022

49 Leygardagur 10. september 2022

Fimleikasambandið nýggjan formann

Pól Esper Hansen er nýggjur formaður í Føroya Fimleikasambandi

Pól Esper Hansen, Tinna Johansen, Heri Lamhauge, Frida Poulsen og Kristian Danbjørg Heinesen (Mynd: Fimleikur.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á eykaaðalfundi í vikuni, varð Pól Esper Hansen valdur til formann í Føroya Fimleikasambandi tey næstu tvey árini.

Í starvsnevndini sita nú Pól Esper Hansen sum formaður, Heri Lamhauge, amboðssamskipari, Tinna Johansen, estetiskur samskipari, Kristian Danbjørg Heinesen, samskipari fyri breiddarfimleik og Frida Poulsen, samskipari fyri fimleikafagnaðin og fimleikagalla.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. september 2022