Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 08. oktober 2022 | Nr. 41 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

“Abbi og eg og abbi” - besta bók til børn og ung í Útnorði

SíÐa 36

1 Leygardagur 08. oktober 2022

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Velja fólk til ikki at føra politikk

Endiliga gav Mette Frederiksen seg yvir fyri radikalu hóttanunum um at reisa misálit móti stjórnini. Mikudagin gjørdi hon tað óundansleppandi – skrivaði út fólkatingsval at vera týsdagin 1. november.

Í Føroyum hoyrdist beinan vegin knark móti at minningardagur teirra sjólátnu var valdur til at hava val.

Men knarrið tagnaði líka so skjótt, sum ein av vísastu monnunum í landinum, sjálvur bispur, trein á pall og staðfesti, at eitt fólkatingsval als ikki órógvar minningardagin. Hann helt, at tað var lættari at flyta gudstænastuna, sum plagar at vera útvarpað, í ein tíma ella tveir, enn at at flyta fólkatingsvalið, helt bispur.

Kortini hevur løgmaður skriva eina áheitan til forsætisráðkvinnuna og donsku stjórnina, har víst verður á, at tað ikki er heppið at halda ein “festdag”, sum ein valdagur til fólkatingið er, sambært løgmanni, meðan flaggað verður í hálvari stong kring um landið.

Men valstríðið er byrjað, hóast vit enn ikki vita um vit skulu velja 31. oktober ella 1. november..

Valstríð og valstríð... Ein formansrunda hevur verið í sjónvarpinum, og eins og undanfarin fólkatingsval, er ilt at fáa eygað á hvat tað er, ið “stríðast” skal um.

“Hvønn fert tú at peika á sum danskur forsætisráðharri?”, er meginspurningurin, hjá teimum, ið stýra public service kjakunum. Hví er tann spurningurin so áhugaverdur? Er tað ikki líka mikið fyri okkum, hvør situr sum stjórnarleiðari í Danmark? Kennur tú nakran herheima, ið setir sín kross fyri at gera sína ávirkan galdandi í javnvágini millum reytt og blátt niðri í Danmark? Tey munnu vera fá...

Enn minni, um tað verður annar ella hin av biðlunum í bláa blokki. Tað er fullkomiliga líka mikið, sæð við føroyskum brillum.

Ein kundi sagt, at tað kanska var ein fyrimunur við einum stjórnarleiðara úr Vinstraflokkinum, nú føroya løgmaður kemur úr Sambandsflokkinum, eins og tað átti at verið ein fyrimunur hjá einum javnaðarløgmanni at haft ein partamann ella -kvinnu sum stjórnarleiðara í Danmark.

Men royndirnar hava mótprógvað hesum. Sitandi borgarliga landsstýrissamgonga hevur jú róst samstarvinum við sosialdemokratisku donsku stjórnina. Tí kundi Bárður løgmaður akkurát tað sama sagt, at hann ynskti Mette at hildið fram við borðendan, tí so visti hann hvat hann fekk. Tað veit hann – í prinsippinum – ikki við Ellemann-Jensen. Annað enn at hann fær eina bláa stjórn at samstarva við heldur enn eina reyða. Men hevur tað nakra ávirkan yvirhøvur í Føroyum? – vit ivast.

Kjak. Gott fólkaræðisligt, virðisgrundað, politiskt kjak um, hvussu vit menna okkum víðari sum land og fólk er altíð sunt. Tí fegnast vit um, at Miðflokkurin er við í valstríðnum til fólkatingið hesaferð, tí hesin flokkur dugir sum ongin annar at lyfta kjakið upp á eitt áhugavert støði.

Men tað liggur ein andsøgn í at brúka tíð og orku upp á halda eitt valstríð uppi á kóki, har so grundleggjandi og týðandi politisk evni sum fígjar-, almanna-, mentanar-, umhvørvis-, fiskivinnu- og vinnupolitikkur osfr. ikki verða tikin við í kjakið yvirhøvur.

Tí er fólkatingsvalstríð í veruleikanum óáhugavert sum alt annað enn aðalroynd til komandi løgtingsval, sum onkur hevur kallað tað.

So mikið meira tápuligt er tað eisini, at taka alla løgtings- og landsstýrismanningina við í hetta stríðið – fólk, sum als ikki eru sinnað at koma á danating at sita, tí tey hava so nógv meira týdningarmiklar uppgávur at loysa heima í Føroyum.

Og so mikið enn meira tápuligt er tað, at hava 13 fólk og meira á listanum, tá tað hægst verður ein valdur fyri hvønn flokk. Vit hava nevnt tað fyrr á hesum stað – tíverri tykist boðskapurin ikki at hava vunnið frama.

Fólkatingsumboðanin er jú ikki annað enn júst umboðan. Eitt umboð fyri føroysku tjóðina, valt av fólkinum, sum verður sent avstað fyri ikki at føra politikk í danska tinginum.

Føroyskur politiskkur er jú nakað, sum vit avgreiða heima í Føroyum. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3573

    Lisnar síður: 14724

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 08. oktober 2022

Løgmaður heitt á Mette Frederiksen um at flyta valdagin

Løgmaður hevur í dag sent danska forsætisráðharranum bræv, har hann heitir á donsku stjórnina um at flyta valdagin í Føroyum til 31. oktober

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen skrivaði mikudagin út val til Fólkatingið at vera týsdagin 1. november.

Løgmansskrivstovan gjørdi beinanvegin danskar myndugleikar varugar við, at dagurin var óheppin, av tí at hetta er minnisdagur teirra sjólátnu í Føroyum.

Løgmaður sendi í gjár danska forsætisráðharranum bræv, har hann heitir á donsku stjórnina um at flyta valdagin í Føroyum til 31. oktober.

Brævið hjá løgmanni kann lesast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2022

3 Leygardagur 08. oktober 2022

Fuglakrím staðfest í Føroyum

Fuglakrím er staðfest í einum djórahaldi við heimafugli í Havnadali, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er fuglakrím staðfest í heimafugli í Føroyum. Heilsufrøðiliga starvsstovan fekk fráboðan um møguligt fuglakrím í einum djórahaldið í vikuni, og sýnir vóru tikin av fuglunum.

Nú eru svarini komin, og bæði hønur og gæs eru staðfestar positivar fyri fuglakrím.

Talan er um H5N1, ið er sama slagið, ið fyrr er staðfest hjá villum fugli í Føroyum. Hetta slagið er tað sama, sum er staðfest um stóran part av Evropa í ár, og hevur tíbetur higartil ikki verði atvold til álvarsama sjúku hjá fólki.

Djórahaldið, ið er rakt av fuglakrími, er í Havnadali, og bæði høsn og gæs eru í djórahaldinum. Av tí at fuglakrím er ein so álvarslig sjúka hjá fugli, og at ein ávísur, men tíbetur sera lítil vandi er fyri, at fólk eisini kunnu smittast, er avgerð tikin um, at allir fuglarnir í rakta djórahaldinum verða avlívaðir og burturbeindir, og økið skal liggja “tómt” í eitt tíðarskeið. Eisini er ein sona gjørd runt rakta djórahaldið, har serlig atlit skulu takast í djórahaldum við heimafugli.

Fuglakrím hevur fyrr verið staðfest hjá skúgvi, svartbaki og súlu í Føroyum, og í nýggjum kanningum er fuglakrím eisini staðfest í havhesti, ravni, fiskimása, bládúgvu og kjógva. Hetta samsvarar væl við, at stórt fellið hevur verið at sæð í fleiri av hesum villu fuglastovnunum í Føroyum.

Heitt verður framvegis á fólk um at siga Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2022

4 Leygardagur 08. oktober 2022

– Slíkar arbeiðstreytir eru ikki nøktandi í 2022

Fleiri komandi kommunulæknar siga, at teir ikki hava mót uppá at fara í fast kommunulæknastarv í verandi støðu

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Vit eru í løtuni sera stúrin um gongdina, samstundis sum flestu okkara ikki hava mót uppá at fara í eitt fast kommunulæknastarv í verandi støðu.

Soleiðis siga níggju komandi kommunulæknar í felags skrivi, sum er sent miðlunum í dag.

Teir vísa á, at manningar hjá skipum skulu hava hvíld, og tað sama skulu lastbilførarar, men sum kommunulækni hevur ein altíð ábyrgdina av sínum sjúklingum.

– Um kvøldið, náttina, í vikuskiftum og heiligdagar skiftast kommunulæknarnir um at vera tøkir í læknavaktini, soleiðis at fólk hava atgongd til kommunulækna alt samdøgrið allar dagar í árinum. Vanliga arbeiðstíðin er tískil í minsta lagi 40 tímar um vikuna, umframt regluligar kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktir. Harumframt hevur tað víst seg at vera trupult at halda frí, uttan at sjúklingarnir í størri ella minni mun verða sleptir upp á fjall hetta tíðarskeiðið - sum vit til dømis sóu í summar.

Slíkar arbeiðstreytir eru ikki nøktandi í 2022, siga komandi kommunulæknarnir.

– Arbeiðsgleðin minkar, samvitskan verður ávirkað, fólk fara úr starvi og nýggju kommunulæknarnir aftra seg við at átaka tungu uppgávurnar, ið liggja í føstu størvunum.

– Samstundis er tað steinur á byrðu, tá viðtalurnar ofta hava nógv fleiri enn teir ásettu 1.600 sjúklingarnar, orsakað av at fleiri kommunulæknastørv ikki eru mannað, og normeringin lutfalsliga ikki er hækkað saman við vaksandi fólkatalinum og nýggju uppgávunum, sum eru lagdar á kommunulæknarnar.

Alt skrivið kann lesast her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2022

5

Størv

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Tekniskur leiðari til Strandfaraskip Landsins

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Reingerðarfólk til Glasir

Meira Umsóknarfreist: 11. desember 2024

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Landmátingsteknikari til Munin

Meira Umsóknarfreist: 10. desember 2024
6 Leygardagur 08. oktober 2022

Føroya Tele og Nema brúka sama farnet

FT Samskifti og Nema hava gjørt avtalu at samstarva um farnetið, sum umfatar nýggja 5G-netið

(Mynd: Føroya Tele)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

FT Samskifti og Nema hava gjørt avtalu at samstarva um farnetið. Tað hevur við sær, at báðir veitararnir fara at bjóða sama dekning, meðan tað framvegis verður kapping um produktir og tænastur. 

Hesum boðaðu feløgini frá mikudagin.

Brúkarin fær sama góða dekning á sendistøðunum um allar Føroyar, men hann kann framvegis velja veitaran, sum gevur honum bestu produktini og tænastuna. Soleiðis ber í stuttum til at lýsa farnetsmarknaðin, nú Nema og FT Samskifti, sum er dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum, framyvir fara at samstarva um farnetið, sum FT Samskifti byggir saman við Ericsson. 

Í roynd og veru samstarva FT Samskifti og Nema um sendistøðirnar, meðan tey hvør sær hava kjarnutøkni til egin hald, produktir og tænastur. Avtalan er gjørd eftir samráðingarregluni í Fjarskiftislógini, sum ásetir, at veitarar av alment atkomuligum fjarskiftiskervum ella fjarskiftistænastum hava rætt og skyldu til innanhýsis at samráðast um sambindingaravtalur.   

- Samstarvið verður uttan iva gagnligt fyri kundarnar, ið bæði fáa munandi betri dekning við nýggja 5G-netinum og framhaldandi kapping um tænasturnar, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Nema.

Í fjør skrivaði FT Samskifti undir avtalu við Ericsson um nýggja farnetið, sum eftir ætlan verður liðugt í fyrsta ársfjórðingi 2023. Við nýggja farnetinum fáa brúkararnir 5G, ið er nýggjasta og skjótasta ættarliðið av farneti. Stórur kapasitetur, høg ferð og stutt svartíð eyðkennir 5G. Hetta eru eginleikar, sum eru týðandi fyri menningini av talgilda samfelagnum, ið krevur, at alsamt fleiri tól og hentleikar verða knýtt í internetið. 

- Tøknin er umfatandi, og íløgurnar eru stórar. At báðir televeitararnir nú fara at samstarva um sendistøðirnar er við til at tryggja, at Føroyar framhaldandi kunnu teljast millum tey bestu í heiminum. Vit eru til fyri kundarnar, sum skulu hava eitt farnet í heimsklassa, fjølbroyttar tænastur og góðar prísir, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti.

Avtalan er treytað av, at Kappingareftirlitið góðkennir samstarvið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2022

7 Leygardagur 08. oktober 2022

Føroyingar púra ósamdir við samgonguni

Greiður meiriluti ynskir ikki, at tunnilsgjøldini skulu avtakast. Næstan 7.000 brúkarar atkvøddu, og 80 prosent halda ikki, at tunnilsgjøldini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum skulu avtakast

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein greiður meiriluti, heili 80 prosent, heldur, at tað framvegis skal kosta at koyra gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Tað vísti ein spurnarkanning á Portalinum hósdagin.

Spurt var “Heldur tú, at tunnilsgjøldini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum skulu avtakast?”.

Næstan 7.000 brúkarar hava givið sína meining til kennar.

17 prosent halda, at tuinnilsgjøldini skulu avtakast, meðan trý prosent siga seg ikki vita.

Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin segði annars við útvarpið í vikuni, at samferðslubólkurin í samgonguni var samdur um, at tað skuldi vera ókeypis at koyra ígjøgnum tunlarnar.

Øll í samgonguni eru tó ikki samd, tí partamaðurin, Heðin Zachariassen, gav í tinginum sína meining til kennar, og segði, at hann helt ikki at gjøldini skuldu avtakast.

Hann stúrir fyri, at løgtingið ikki fer at játta nóg nógvan pening til nøktandi viðlíkahald.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2022

8 Leygardagur 08. oktober 2022

Meirilutin er fyri fríari fosturtøku

Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur gjørt Gallup-kanning um abort

(Savnsmynd: visualhunt.com)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

54 prosent av føroyingunum halda, at kvinnan frítt skal kunna velja at fáa fosturtøku fram til 12 burðarviku. Hetta vísir ein kanning, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur gjørt.

Flokkurin hevur umvegis Gallup spurt 528 veljarar í Føroyum um teirra hugburð til fosturtøku og annað.

[object Object]

Svarini vísa, at ein meiriluti á 54 prosent av teimum spurdu halda, at kvinnan frítt skal kunna velja at fáa fosturtøku fram til 12. viku. Ein triðingur (33 prosent) tekur hinvegin ikki undir við hesum, meðan 13 prosent siga seg ikki vita.

Hetta er, sambært Javnaðarflokkinum, fyrstu ferð at vit hava álítandi hagtøl, ið vísa, at tað er ein meiriluti fyri fríari fosturtøku.

[object Object]

Meira enn helmingurin (55 prosent) av teimum spurdu halda, at onnur mál enn fosturtøka hava størri týdning fyri tey, tá tey skulu seta krossin. Hinvegin er tað greitt, at tað spurningurin kortini hevur týdning fyri ein part av veljarunum.

21 prosent siga seg bara vilja velja flokkar, sum eru fyri fríari fosturtøku. Meðan 16 prosent siga seg einans velja flokkar, sum er móti fríari fosturtøku.

[object Object]

Triðji hvør veit um onkra, ið hevur fingið fosturtøku í Danmark 

Samanlagt vistu 41 prosent av teimum spurdu um onkra, ið hevði fingið framt fosturtøku í Føroyum. Meðan 32 prosent vita um onkra kvinnu, sum var farin til Danmarkar at fáa framt eina fosturtøku. 

Í báðum førum er stórur munur á kunnleikanum millum menn og kvinnur. Kvinnurnar vita í nógv størri mun um aðrar kvinnur, ið hava fingið fosturtøku

[object Object]

Talið av kvinnum, sum hava fingið fosturtøku í Føroyum og Danmark

Myndin niðanfyri vísir tey absoluttu tølini fyri, hvussu nógvar fosturtøkur eru framdar í Føroyum, og hvussu nógvar fosturtøkur eru framdar av føroyskum kvinnum í Danmark, sum annaðhvørt eru fluttar úr Føroyum til Danmarkar ella hava varðveitt sín bústað í Føroyum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2022

9 Leygardagur 08. oktober 2022

Avgerðirnar skulu flytast heim til Føroyar

13 fólk – 7 kvinnur og 6 menn – ynskja at umboða Tjóðveldi á fólkatingi. Flokkurin gevur tí stjórn, ið vil ganga tjóðskaparkrøvum floksins á møti, sín stuðul

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tjóðveldi fer á Fólkating at flyta politisku avgerðirnar heim til Føroya og annars at greiða dønum og umheimin frá, at í Føroyum býr eitt egið fólk, sum ikki ynskir at onnur skulu taka avgerðir yvir høvdið á teimum.

Nøkulunda soleiðis ljóðaði høvuðsboðskapurin, tá Høgni Hoydal, floksformaður, vegna Tjóðveldi hósdagin legði fram valskrá floksins til komandi fólkatingsval. Tjóðveldi gjørdi skjótt av og hevði valskrá og valevnislista klár longu dagin eftir, at Mette Frederiksen hevði skrivað út fólkatingsval at vera 1. november.

Tjóðveldi stillar við 13 valevnum – 7 kvinnum og 6 monnum.

Øll løgtingsmanning floksins, við undantaki av Pálli á Reynatúgvu eru á listanum. Harafturat eru, Magni Arge, sum røkti fólkatingssessin fyri flokkin í farna valskeiði, fyrrverandi tingfólkini Annita á Fríðriksmørk og Ingolf S. Olsen, Lillian Weihe, fyrrverandi tíðindastjóri í Kringvapi Føroya, Jóhann Christiansen, fyrrv. borgarstjóri í Eysturkommunu, Rógvi Nybo, býráðslimur í Sunda kommunu, Ásla Leila Johansen, býráðslimur í Vága kommunu, og Kristian Oskar Hendriksen, kommunustýrislimur á Sandi.

Taka avgerðir yvir høvdið á okkum

Tjóðveldi leggur dent á at fáa umboðan aftur á danatingi, serliga tí vit hesa seinastu tíðina hava upplivað, at danir eru farnir at taka avgerðir í málum, sum longu eru yvirtikin, vísti Høgni Hoydal, og vísti á málini, sum nú verða skotin undir at vera trygdarmál.

Hann legði fram eina valskrá í seks punktum undir yvirskriftini “Altíð til arbeiðis fyri Føroyar”.

Hava eittans krav til donsku stjórnina

Og serliga heitur gjørdist floksformaðurin, tá hann kom til tað sætta og seinasta málið á listanum, sum snýr seg um hvørja danska stjórn flokkurin møguliga fer at stuðla.

- Vit hava eittans krav, og vit stuðla tí stjórnini, sum tekur undir við hesum kravi: At Danmark alment boðar frá, at bara føroyingar gera av, nær vit vilja gerast ein statur í heiminum. Og at Føroya fólk uttan uppíblanding kann samtykkja sína egnu grundlóg.

Og Høgni Hoydal er eisini sinnaður at fella eina danska stjórn, sum ikki við ganga hesum málið Tjóðveldis á møti.

- Skuldi ein støða uppstaði, at ein donsk stjórn hevur tørv á okkara atkvøðu, so fara vit sjálvandi at seta fram hetta krav. Verður tað ikki gingið okkum á møti, so fær stjórnin heldur ikki okkara atkvøðu, segði Høgni Hoydal.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Vakthundur og innsavnari av vitan

Tjóðveldi ætlar sum fyrsta mál á fólkating at vera vakthundur hjá Føroyum – ein radari, ið fylgir við og tryggjar, at avgerðir ikki verða tiknar yvir høvdið á føroyingum. Fólkatingssessurin skal eisini brúkast til at savna inn upplýsingar og dátur, sum tað annars er trupult at fáa hendur á. Her verður hugsað um viðurskifti innan løgregluna, yvir peningarenslið millum Danmark og Føroyar og staklutir og avtalur, ið eru gjørdar viðvíkjandi loftrúminum yvir Føroyar.

Hetta seinasta er eisini fyrireiking at gera klárt til at føroyskt dómsvald, løgregla og loftrúm verður sett á stovn og skipað.

Nógv vilja á listan

Upp á fyrispurning um hví flokkurin stillar upp við 13 valevnum, tá tað er sannlíkt hægst er eitt, ið verður valt, segði Høgni Hoydal, at flokkurin ynskir at verða umboðaður av einum sterkum liði til fólkatingsvalið, væl umboðað, bæði kynsligt og landafrøðiliga, sum er sinnað at stríðast fyri føroyskum sjálvræði.

- Tað eru so nógv góð fólk, sum ynskja at koma upp á listan hjá okkum. Okkum nýtist ikki at fara út at leita eftir valevnum, vísir Høgni Hoydal við stoltleika á.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2022

10 Leygardagur 08. oktober 2022

13 valevni stilla upp fyri Javnaðarflokkin

Seks kvinnur og sjey menn stilla upp

(Mynd: Javnaðarflokkurin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Javnaðarflokkurin er nú klárur við valevnislistanum til fólkatingsvalið, og stillar upp við 13 fólkum. Seks kvinnur og sjey menn.

Í nýggjastu veljarakanningunum stendur flokkurin til at fáa ein tryggan sess á fólkatingi, og tað er Sjúrður Skaale sum er favorittur at gerast toppskorari. Seinasta fólkatingsval fekk Sjúrður Skaale 3.337 atkvøður.

Hesi stilla upp fyri Javnaðarflokkin:

Aksel V. Johannesen
Barbara Gaardlykke Apol
Bjarni Hammer
Bjørg Dam
Djóni Nolsøe Joensen
Eyðgunn Samuelsen
Henrik Old
Ingilín D. Strøm
Jóan Pauli Dahl Jakobsen
Jóhannis Joensen
Kristianna Winther Poulsen
Sigrið Sámalsdóttir Hentze
Sjúrður Skaale


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2022

11 Leygardagur 08. oktober 2022

Innsavningin gav slakar 4,7 milliónir

Í sambandi við stuðulssendingini hjá Bláa Krossi komu 1,69 milliónir inn frá einkultpersónum, meðan fyritøkur, feløg og onnur lótu beint undir tríggjar milliónir

(Mynd: Blái Krossur)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarkvøldið var stóra stuðulssendingin hjá Bláa Krossi Føroya send beinleiðis í Kringvarpi Føroya, og inn komu slakar 4,7 milliónir krónur.

Heilt nágreiniliga var talan um 4.692.683,90 krónur, og eru tey í Bláa Krossi sera takksom fyri stuðulin.

Tað komu 1.696.972,90 krónur inn frá einkultpersónum, og 2.995.711 krónur frá fyritøkum, feløgum, kommunum og stovnum.

– Vit vilja so inniliga takka øllum føroyingum, ið hava stuðlað okkum til hesa landsinnsavnanina – og sum heild allari vælvild, vit møta. Eisini fer ein hjartans tøkk til tær 250 fyritøkurnar, feløgini, kommunurnar og stovnarnar, ið stuðlaðu landsinnsavnanini. Við at stuðla, hava tit lyft hetta týdningarmikla arbeiðið saman við okkum. Hjartans tøkk skulu tit hava, skrivar Blái Krossur í tíðindaskrivi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2022

12 Leygardagur 08. oktober 2022

Summartíð alt árið: Uppskotið farið til hoyringar

Millum annað ljósari seinnapartar um veturin er ein fyrimunur við at fara til varandi summartíð. Løgmaður hevur sent uppskotið til almenna hoyring

Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein eyka tími av dagsljósi seinnapart um veturin, og somu klokkutíð sum Evropa helvtina av árinum. Hetta verður í høvuðsheitum úrslitið av uppskotinum um løgtingslóg um klokkutíð, sum Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur sent til almenna hoyring.

Við uppskotinum skulu vit í Føroyum ikki longur flyta klokkuna tvær ferðir um árið, men fáa í staðin summartíð (UTC+1) alt árið.

- Tíðin er farin frá at flyta klokkuna. Fleiri fyrimunir eru við at fara til varandi summartíð, m.a. ljósari seinnapartar um veturin. Nú er uppskotið sent til almenna hoyring, og eg vóni at fleiri fara at nýta høvi til at koma við viðmerkingum, soleiðis at vit fáa eitt gott kjak um uppskotið, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Í mars í ár hevði løgmaður grein í miðlunum, har hann reisti spurningin, um vit framhaldandi skulu flyta klokkuna í Føroyum. Her vísti løgmaður m.a. á, at heimurin er nógv broyttur, síðan skipanin við summartíð kom í gildi í 1980. 

Samskiftishættirnir eru munandi broyttir og betraðir, og tí er ivasamt, um vit fáa nakað burtur úr at alt samfelagið flytir klokku tvær ferðir um árið.

Uppskotið løgtingslóg um klokkutíð liggur til almenna hoyring inni á ummælisportalinum hjá landsstýrinum, har øll hava møguleika fyri at gera viðmerkingar. Hoyringsfreistin er 7. november 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2022

13 Leygardagur 08. oktober 2022

Tætt millum stóru flokkarnar - burtursæð frá Javnaðarflokkinum

Sambært nýggjari Spyr.fo-kanning er Javnaðarflokkurin tryggjaður ein sess, men kapping er um hin sessin. Sambandsflokkurin stendur í løtuni til at fáa hann

(Skíggjamynd: Kvf.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nýggja veljarakanningin, sum Kringvarpið kunngjørdi mánakvøldið vísir greitt, at Javnaðarflokkurin hevði fingið flest atkvøður og hevði fingið fyrst valda fólkatingsumboðið við 33,7 prosentum.

Spyr.fo kanningin, sum Blaðið Vikuskifti lat gera fyri góðum mánaða síðani, gav Javnaðarflokkinum 31,5 prosent. Javnaðarflokkurin fekk til fólkatingsvalið í 2019 25,6 prosent av atkvøðunum.

Tríggir kappast um hin sessin
Meira kapping er um hin sessin, sum sær út til at kunna fara til hvønn sum helst av hinum stóru flokkunum.

Sambandsflokkurin stendur í kanningini til at fáa sessin við 21,8 prosentum av atkvøðunum. Í hølunum á teimum eru Fólkaflokkurin og Tjóðveldi við ávikavist 19,5 prosentum og 18,1 prosentum av atkvøðunum.

Í mun til Spyr.fo-kanningina fyri góðum mánað síðani er tað Fólkaflokkurin sum hevur tikið seg mest fram, og er farin úr 16,5 prosentum og upp á 19,5 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2022

14 Leygardagur 08. oktober 2022

Ball fyri hálva aðru millión

Tórshavnar kommuna skipaði seinasta fríggjakvøld fyri stórari veitslu fyri 1.430 starvsfólkum við øllum, sum hoyrir einum slíkum kvøldi til

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eitt av størstu almennu arbeiðsplássum í landinum, Tórshavnar kommuna, skipaði fríggjakvøldið fyri stórari veitslu við heitinum “Tórskvøld” fyri øllum sínum starvsfólkum. Beint omanfyri 2000 fólk arbeiða hjá høvuðsstaðarkommununi, og 1430 teirra tóku lut í veitsluni.

Metti kostnaðurin fyri “Tórskvøld” í ár er 1,5 milliónir krónur, upplýsir stjórnarskrivstovan hjá Tórshavnar kommunu. Prísurin fyri hvørt starvsfólk liggur tískil um 1.000 krónur.

Spart var ikki uppá krónurnar hjá skattgjaldaranum. Á matarlepanum var bæði forrættur og omaná umframt oksasteik til høvuðsrætt.

Guðrun Sólja Jacobsen og orkestur, Herborg Torkilsdóttir, Hamradun og Eyðun og Terji framførdu undir borðhaldinum. Spaðar 5 spældu til dans aftaná.

Høllin á Hálsi varð fyri nøkrum árum síðani útbygd, so hon í dag rúmar sera nógvum fólki. Talan er um eitt av størstu borðhaldum, sum hava verið í Føroyum.

Fýra ár síðani seinast
Tað eru fýra ár síðani, at Tórskvøld seinasta varð hildið. Ætlanin er at geva starvsfólkunum eina góða uppliving sum takk fyri tað stóra og dygdargóða arbeiði tey gera.

Av stjórnarskrivstovuni hjá Tórshavnar kommunu verður sagt, at seinastu árini hava kravt nógv av starvsfólkunum.

- Vit hava upplivað starvsfólkatrot á okkara stóru tænastuøkjum og øll hava tikið eitt eyka tak. Harafturat hava vit í tvey ár havt koronafarsóttina, sum hevur viðført eyka avbjóðingar. Vit halda Tórskvøld fyri starvsfólkunum, tí tað er gott fyri samanhaldið og trivnaðin, og tí tey hava uppiborið tað.

Í 2009 og í 2011 varð Tórsdagur hildin fyri øllum starvsfólkunum, men í 2012 byrjaði tiltakið Tórskvøld, og hevur verið árini 2012, 2016, 2018 og 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2022

15 Leygardagur 08. oktober 2022

Una Joensen sett sum rektari á Glasi

Hon hevur verið virkandi rektari síðani 1. juli

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sett Unu Joensen í starvið sum rektari á Glasi. Una Joensen er 55 ára gomul og útbúgvin búskaparfrøðingur - Cand. Oecon, umframt at hava tikið fleiri longri leiðsluskeið. Eisini hevur hon námsfrøðiliga útbúgving – bæði ástøðiliga og verkliga partin.

Una Joensen hevur drúgvar royndir frá privatari vinnu, almennari fyrisiting, undirvísing, umframt royndir frá nevndum og ráðum. Hon hevur undirvíst bæði á Føroya Handilsskúla og á Glasi í støddfrøði og altjóða búskapi. Hon hevur viðkomandi leiðsluroyndir eitt nú sum deildarstjóri í Mentamálaráðnum og deildarleiðari á Samfelagsdeildini á Glasi í nøkur ár.

Síðan 1. juli í ár hevur Una Joensen verið virkandi rektari á Glasi, umframt at hon hevur røkt farloyvisstarvið sum undirvísingarstjóri fyri gymnasialt miðnám.

Una Joensen byrjar í starvinum sum rektari beinanvegin, t.v.s. frá 4. oktober 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2022

16 Leygardagur 08. oktober 2022

Rannvá Sólheim tekur við sum brúkaraumboð

Hon avloysir Rannvá Ragnarsdóttir 1. november. Rannvá Sólheim er útbúgvin løgfrøðingur og hevur drúgvar royndir, bæði úr vinnuni og almennu umsitingini

Rannvá avloysir Rannvá (Mynd: uvmr.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur sett Rannvá Sólheim sum nýtt brúkaraumboð.

Hetta upplýsir Umhvørvis- og vinnumálaráðið.

Um Rannvá Sólheim skrivar uvmr.fo, at hon er 51 ára gomul, er útbúgvin løgfrøðingur og hevur drúgvar royndir, bæði úr vinnuni og almennu umsitingini. Rannvá starvaðist fleiri ár hjá Føroya Tele og í Dátueftirlitinum, áðrenn hon fór í starv sum løgfrøðingur í Løgtinginum, har hon var í 10 ár.

Seinastu tíðina hevur Rannvá verið løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum, og 1. november tekur hon við sum brúkaraumboð eftir Rannvá Ragnarsdóttir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2022

17 Leygardagur 08. oktober 2022

Fyrstu fólkini flutt inn

Verkætlanin fevnir um 38 íbúðir, sum allar verða lidnar í 2024

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú eru fyrstu íbúðirnar í stóru byggiverkætlanini á Blómubrekku/Berjabrekku, sum byggivirkið Spf. Bulur byggir fyri Bústaðir, leigaðar út. Fyri lendisarbeiðinum stendur Spf. Plan. Palli Gregoriussen, arkitektur, teknaði íbúðirnar. Í hesum byggistigi eru 10 íbúðir, har fyrstu leigararnir fluttu inn 1. oktober.

Tilsamans fevnir verkætlanin á Blómubrekku/Berjabrekku um 38 íbúðir, harav tær 12, sum koma at hava innkoyring frá Berjabrekku, verða gjørdar í samstarvi við Almannaverkið og Sinnisbata.

Í hesum fyrsta byggistigi, sum er á ovasta partinum móti Blómubrekku, eru fimm bygningar, har tað í hvørjum bygningin eru tvær íbúðir. Talan er um íbúðir á umleið 110 fermetrar í tveimum hæddum, og eru hesar íbúðirnar millum tær størstu, sum Bústaðir hevur.

Næsta byggistig við 12 íbúðum, sum er tann parturin, sum verður gjørdur í samstarvi við Almannaverkið og Sinnisbata, verður tikin í brúk í næsta ár. Seinastu 16 íbúðirnar, sum verða 50-70 fermetrar til støddar, verða lidnar í 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2022

18 Leygardagur 08. oktober 2022

Føroyskt undirsjóvar-vodka nú til sølu

Heilsufrøðiliga Starvsstovan bannaði vøruna í fyrsta umfari, men nú eru neyðugu kanningarnar gjørdar. North Atlantic Subsea Vodka verður at fáa fríggjadagin

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Prísvinnandi North Atlantic Subsea Vodka, sum skuldi koma á marknaðin herfyri, er nú at fáa. Heimsins fyrsta vodka gjørt av feskvatni, funnið undir havsins botni, varð afturhildið av Heilsufrøðiligu Starvstovuni, ið ynskti at kanna vøruna nærri.

Allar kanningarnar vóru góðar, og tí er sølubannið nú strikað.

Subsea Vodka er gjørt úr vatni úr einum stórum lumma við feskum vatni, ið varð funnin undir Heystfirði, tá Sandoyartunnilin varð boraður. Feskvatn, ið helst er elligamalt, men sum hevur sera høga drekkivatnsgóðsku.

Subsea Vodka bleiv beinanvegin sent inn til eina av fremstu altjóða kappingunum fyri vodka, The Vodka Masters. Kappingin hevur nakrar av bestu serfrøðingunum í heiminum í dómsnevndini. 1. september bleiv tað almannakunngjørt, at Subsea Vodka hevði vunnið gull í flokkinum Super Premium, og Faer Isles Distillery fegnast nú um at kunna bjóða Batch 1 til føroyingar, áðrenn farið verður út á altjóða marknaðin við vodkanum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2022

19 Leygardagur 08. oktober 2022

Serligur dagur hjá Atlantsflog

Flogskiparin Jógvan Fjørðoy hevur flogið sín seinasta túr, nú hann fer frá vegna aldur, og undir liðini á honum, sum stýrimaður, sat sonurin Mortan Fjørðoy

(Mynd: Atlantic Airways)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Týsdagin var ein serligur dagur hjá Atlantsflog, tá Jógvan Fjørðoy, flogskipari, fleyg sín seinasta túr, nú hann fer frá vegna aldur.

Seinasti túrurin, sum var úr Keypmannahavn til Vágar, var tó eyka serligur, tí undir liðini á Jógvani í stýrhúsinum, sat Mortan Fjørðoy, sonur Jógvans, sum var stýrimaður á ferðini heim

- Takk fyri trúgva tænastu, Jógvan, og vit vóna at síggja teg umborð aftur skjótt, sigur Atlantic Airways.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2022

20 Leygardagur 08. oktober 2022

FarPay kosin ”Børsen Gazelle” annað árið á rað

Gazelle verður bert givin fyritøkum, sum seinastu árini í minsta lagi hava tvífalda søluna ella bruttovinningin

Sámal Samuelsen, stjóri í FarPay, við Gazelle brævinum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tey seinastu árini hava fíggjarliga sæð ikki verið nakar dansur á rósum – hvørki her heima, ella úti í heimi. Hóast tað, hevur tað eydnast FarPay at tillaga seg tær broyttu marknaðartreytirnar og hevur bast avbjóðingunum.

Tað hevur eydnast so mikið væl, at annað árið á rað, er FarPay kosið til “Gazelle” av Dagbladet Børsen – ein heiður, ið bert verður givin fyritøkum, sum seinastu fýra árini í minsta lagi hava tvífalda søluna ella bruttovinningin.

At náa tað hevur ikki verið lætt.

- Nei, tað hevur verið ein stór avbjóðing í einari tíð við korona og ófriði”, sannar stjórim Sámal Samuelsen.

- Men vit løgdu eina ætlan og hava víst, at vit kunnu halda hana, so “Gazellan” er aftur í ár eitt megnar herðaklapp til okkara dugnaligu og arbeiðssomu starvsfólk, ið hava ment og dagliga víðarimenna tær tænastur, sum ger lívið lættari hjá okkara kundum og teirra gjaldarum.

- Sjálvandi eru vit ógvuliga fegin og glað. Men tað hevur ikki verið eitt mál í sær sjálvum at vinna Gazellir: Okkara mál er at tæna okkara kundum samstundis sum vit reka eina sunna fyritøku. Eisini í truplum tíðum. Tað er eydnast, og í mínum eygum er tann størsti vinningurin við okkara framgongd, at vit í tíðarskeiðinum frá februar 2021 og til august í ár, eru vaksin frá at hava 6 til 14 dugnalig starvsfólk. So vit hava eitt enn sterkari grundarlag til at halda fast í tí vøkstrinum, vit hava havt seinastu 4 árini.

FarPay er ein føroysk fintech-fyritøka, ið veitir integratiónstænastur til fyritøkur og feløg, so arbeiðsgongdir millum bókhaldsskipanir og gjaldsloysnir gerast sjálvvirkandi.

FarPay hevur skrivstovur í Tórshavn og Keypmannahavn, og størsti parturin av virksemi og vøkstri er uttan fyri Føroyar. FarPay bleiv kosin ársins íverkseti í Føroyum í 2019, og fekk Børsen Gazelle prísin í Danmark í 2021 og 2022.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2022

21 Leygardagur 08. oktober 2022

Nomatek stóran vøkstur í bruttovinninginum

Felagið hevði 1,7 miliónir krónur í avlopi í fjør

 
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Nomatek er ein føroysk fyritøka, sum projekterar og framleiðir útgerð í rustfríðum stáli til føroyska og útlendska marknaðin. 

Virksemið hjá Nomatekk byrjaði í 1979. Sìðani 1993 hevur fyritøkan hildið til Við Sandá 1 við Velbastaðvegin í Havn, har Nomatek hevur teknistovu, goymslu og framleiðsluhøll.  

Í dag er Nomatek serliga kent fyri at menna og framleiða dygdargóða útgerð til alivinnuna og fiskivinnuna, umframt útgerð til vatnverk og svimjihallir hjá kommunum. Harumframt veitir Nomatek eisini vørur og tænastur til byggivinnuna. 

Roknskapurin hjá Nomatek fyri 2021 vísur, at bruttovinningurin er øktur úr 12,7 milliónum krónum í 2020 til 15,6 milliónir krónur í 2021, sum er ein vøkstur á 22,8 prosent.  

Samlaðu starvsfólkakostnaðir í 2021 vóru 12,4 milliónir krónur, sum er 2,5 milliónir ella 25,1 prosent meira enn í 2020. 

Úrslitið áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebidta, var 3,2 milliónir krónur í 2021, sum er 14,3 prosent hægri enn í 2020. 

[object Object]

Nomatek hevði í 2021 eitt ársúrslit eftir skatt á 1,7 milliónir krónur, sammett við 1,4 milliónir í 2020. Vøksturin í ársúrslitinum er 22,2 prosent. 

Fíggjarjavnin hjá Nomatek javnvigaði við árslok 2021 við 23,4 milliónum krónum sammett við 19,7 milliónir í 2020. 

Støðisognir hjá Nomatek vóru 3,1 milliónir krónur í 2021 samanborið við 2,9 milliónir í 2020.

Ognir í umferð øktust úr 16,8 milliónum í 2020 til 20,3 milliónir krónur í 2021. Serliga stóra broytingin er áogn av sølu, sum øktist úr 10,1 milliónum í 2020 til 13,3 milliónir krónur í 2021. Vørugoymslan var 7 milliónir í 2021 sammett við 6,3 milliónir í 2020. 

Eginpeningurin hjá Nomatek er øktur úr 6,1 milliónum í 2020 til 7,8 milliónir krónur í 2021. Trygdarevnið hjá felagnum var í 2021 33,5 prosent sammett við 30,9 prosent í 2020. 

Langfreiðstaða skuldin hjá felagnum í 2021 er økt við 2,3 milliónum til 15,2 milliónir krónur í 2021.   

Stuttfreiðstaða skuldin øktist í 2021 við 2,9 milliónum til 13,3 milliónir krónur

Stjóri í Pf. Nomatek er Ragnar Magnussen. Nevndarformaður er Jákup Magnussen.  

Eigari av Nomatek er felagið Spf. RMM, har Ragnar Magnussen eisini er stjóri. 

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2022

22 Leygardagur 08. oktober 2022

Lættari at kunna seg um veðrið

Játtanin til Veðurstovu Føroya hækkar næsta ár úr átta milliónum krónum upp í 8,7 milliónir krónur, sambært fíggjarlógaruppskotinum til 2023, og pengarnir skulu brúkast til at gera veðurtíðindi meira atkomulig

Veðurstova Føroya (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Næsta ár fær Veðurstovan 700.000 krónur afturat, sum skulu brúkast til at gera veðurtíðindi meira atkomandi hjá føroyingum. Játtanin til Veðurstovu Føroya hækkar sostatt næsta ár úr átta milliónum krónum upp í 8,7 milliónir krónur, sæst í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023.

Endamálið við at hækka játtanina er fyrst og fremst at økja miðlingina av veðurtíðindunum og gera tað lættari hjá fólki at kunna seg um veðrið. Hetta skal m.a gerast á egnari heimasíðu hjá Veðurstovuni og sum frálíður eisini í sjónvarpi og útvarpi, skrivar Fiskimálaráðið.

Eisini arbeiðir Veðurstovan við at uppstiga veðurstøðirnar í Mykinesi, Fugloy og á Eiði fyri at fáa neyvari mátingar frá hesum lokalu økjunum. Serliga kemur hetta væl við hjá útróðarmonnunum norðanfyri.

Veðurtænastan varð yvirtikin í 2009, og uppgávan hjá Veðurstovuni er at menna føroyska veðurtænastu, gera veðurforsagnir, kunna um veðrið til føroyska brúkaran á hóskandi pallum og at standa fyri viðkomandi veðurmátingum kring landið.

Seinastu árini er stór menning farin fram á økinum. Veðurstovan hevur yvirtikið partar av uppgávunum frá danska veðurstovninum, DMI, og ætlanin er at yvirtaka enn fleiri uppgávur frá DMI í 2023. Umroknað til fulltíðarstørv eru í løtuni fimm og eitt hálvt starvsfólk á Veðurstovuni, og næsta ár verður hetta eitt fleiri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2022

23 Leygardagur 08. oktober 2022

Økja brúkaravernd á matstovum

Á fíggjarlógini eru pengar settar av til at gera eina nýggja skipan, sum skal kunna viðskiftafólkum um, hvørt matvørutrygdin á matstovum er nøktandi – talan er um eina skipan við andlitsbráum, sum grannalond okkara eisini nýta

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 eru 800.000 krónur settar av til at gera eina nýggja skipan, sum skal geva viðskiftafólkum einfalda kunning um, hvørt matvørutrygdin er nøktandi á matstovum og øðrum støðum, sum eru fevnd av matvørulógini, og har almenningurin hevur atgongd.

Tá Heilsufrøðiliga starvsstovan fremur eftirlit á matstovum o.ø., verður, umframt ta vanligu eftirlitsfrágreiðingina, eisini skrivað ein standardiserað frágreiðing, sum skjótt og lætt gevur brúkarum viðkomandi kunning um matvørutrygd, reinføri o.a.

Skeltið við frágreiðingini skal heingjast upp beinanvegin, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur útflýggjað tað, og skal hanga á sjónligum stað beint við inngongdina, so brúkarin lættliga kann kunna seg um eftirlitsúrslitið. Í frágreiðingini verður stutt kunning um tað, sum er kannað, og hvat kanningarnar hava víst.

– Skipanin fremur brúkaravernd og eggjar samstundis matstovum o.ø. at skapa og halda eitt høgt góðskustig, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður sambært heimasíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum.

Skipanin fer at nýta somu trý andlitsbrá, sum líknandi skipanir í grannalondunum nýta. Tey eru:

  • Eitt fegið brá, um Heilsufrøðiliga starvsstovan ongar viðmerkingar hevur
  • Eitt strangt brá, um Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest frávík og givið ávaring frammanundan ella sett tiltøk í verk
  • Eitt misnøgt brá, um Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest álvarslig frávik ella afturvendandi brot á reglurnar, og hevur givið ávaring ella sett tiltøk í verk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2022

24 Leygardagur 08. oktober 2022

Fuglateljing og fiskivinnuroyndir fáa meira

Játtanin til fiskivinnuroyndir hækkar við einari millión krónum, 200.000 krónur afturat verða settar av til fuglakanningar, og játtanin til upplýsing um grind hækkar við 100.000 krónum, stendur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fiskivinnuroyndir, fuglateljing og upplýsing um grind eru nøkur av økjunum, sum fáa hægri raðfesting á fíggjarlógini næsta ár.

Játtanin til fiskivinnuroyndir hækkar við einari millión krónum, stendur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023, sum er lagt fyri tingið.

Hetta merkir, at tilsamans fimm milliónir krónur eru til fiskivinnuroyndir komandi ár. Upphæddin til fiskivinnuroyndir hevur annars verið hægri, tí í 2020 vóru 6,5 milliónir krónur settar av til endamálið, men í fjør var játtanin fýra milliónir krónur.

Ymiskar verkætlanir

Pengarnir til fiskivinnuroyndir verða latnir sum stuðul til ymisk sløg av verkætlanum, bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar. Til dømis royndarveiða eftir fiskasløgum, menna tøkni til burðardyggan fiskiskap og kanningar/greiningar, sum leggja aftrat vitan um fiskivinnuna.

Fiskimálaráðið umsitur fiskivinnuroyndir og gevur tilsøgn um stuðul eftir tilmæli frá einum stýrisbólki, sum viðger umsóknirnar.

Av verkætlanum, sum hava fingið stuðul, kunnu m.a. nevnast víðarimenning av eini flakamaskinu, sum við nýggjari tøkni gevur størri úrtøku úr hvørjum fiskaflaki. Fiskivinnuroyndir hava eisini fíggjað royndum í tilgongdini at menna eina upsarist, sum skilir lítla upsan frá stóra upsanum, tá ið trolað verður.

Eisini er stuðul veittur til eina verkætlan, sum við DNA-slóðum í sjógvi kann siga mongd og slag av fiski í kannaða økinum og sum við tíðini vónandi kann mennast til at gera neyvari stovnsmetingar.

Tryggari fuglakanningar

Fuglateljingar fáa eisini hægri játtan næsta ár. Settar verða 200.000 krónur afturat av til Fuglakanningarstøðina, og hetta merkir, at játtanin í 2023 verður 948.000 krónur.

Upphæddin, sum kemur afturat, skal brúkast til at betra um trygdina hjá fuglafrøðinginum. Fuglakanningarstøðin er mannað við einum fuglafrøðingi í føstum starvi. Fremsta uppgávan hjá støðini er at gera kanningar av sjófuglameinginum í Føroyum og at kanna sambandið millum sjófugl og vistskipanir í havinum.

Grindaupplýsing

Játtanin til upplýsing um grind hækkar við 100.000 krónum og verður næsta ár 170.000 krónur. Upphæddin verður nýtt til at gera upplýsandi tilfar um grind og til luttøku í arbeiðinum hjá NAMMCO, sum er nevndin fyri samstarv um vernd, umsiting og gransking av havsúgdjórum í Norðuratlantshavi.

Játtanin verður eisini brúkt til at betra um grindarakstur og drápshátt og til verkætlan hjá NAMMCO at menna nýggjar fylgisveinasendarar til hval.

Tíðindaskriv frá Fiskimálaráðnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2022

25 Leygardagur 08. oktober 2022

Fleiri átøk úr krabbameinsætlanini verða raðfest

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 verða fleiri átøk í nýggju krabbameinsætlanini fyri Føroyar raðfest. Átøk sum flyta okkum nærri málinum hjá samgonguni um viðgerðartrygd og lógartryggjaðan rætt til útgreining og viðgerð fyri krabbamein, sigur Heilsumálaráðið

– Málið er, at færri skulu doyggja av krabbameini í framtíðini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Krabbamein er álvarsom sjúka, sum á hvørjum ári rakar nógvar føroyingar. Vit kunnu røkka langt á krabbameinsøkinum við fyribyrging og skjótari útgreining, tí eru tað øki, sum skulu raðfestast høgt.

– Málið er, at færri skulu doyggja av krabbameini í framtíðini. Hetta merkir bæði, at færri skulu fáa sjúkuna, og at tey, sum fáa sjúkuna, eru tryggjað góða og skjóta útgreining og viðgerð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharri.

Av átøkunum úr krabbameinsætlanini, sum verða raðfest í fíggjarlógaruppskotinum, kunnu millum annað nevnast:

  • Screeningseindin skal endurstovnast. Screeningseindin skal samskipa og hava ábyrgd av verandi og komandi screeningsætlanum fyri krabbamein í Føroyum. Eindin kann eisini fevna um screening fyri aðrar sjúkur. Ein læknaskrivari skal setast at umsita screeningseindina.
  • Ein bioanalytikari skal setast í starv innan patologiøkið at arbeiða saman við patologinum, sum nýliga er settur í Sjúkrahúsverkinum. Hetta er við til at framtíðartryggja patologitænastuna á Landssjúkrahúsinum.
  • Skipast skal fyri eftirútbúgving innan krabbamein fyri kommunulæknar í Føroyum.
  • Ein nýggj fólkaheilsuætlan fyri Føroyar skal gerast. Sambært krabbameinsætlanini hjá ES frá 2021, kunnu 40% av krabbameinstilburðum fyribyrgjast.

Harumframt verður í løtuni arbeitt við at seta eitt krabbameinsráð, sum millum annað skal tryggja, at tilmælini í krabbameinsætlanini verða sett í verk. Og um politisk undirtøka er fyri at endurskoða kommunulæknaskipanina, verður farið undir at gera eina menningarætlan fyri kommunulæknaskipanina í Føroyum.

Tíðindaskriv frá Heilsumálaráðnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2022

26 Leygardagur 08. oktober 2022

Stuðul til niðurtøku av oljufýrum

Sum partur av verðurlagspolitikkinum, fer landsstýrið at stuðla niðurtøku og burturbeining av oljufýrum

Magnus Rasmussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sum partur av verðurlagspolitikkinum, fer landsstýrið at stuðla niðurtøku og burturbeining av oljufýrum. 1,5 mió. kr. settar av í fíggjarlógaruppskotinum til hesa stuðulsskipan. Skipanin verður sett í verk í 2023.

Endamálið er, at stuðulin til niðurtøku av oljufýrum, saman við mvg-afturbering til hitapumpur, skal skunda undir, at enn fleiri velja at leggja um til grønar hitaloysnir. Tað verður Umhvørvisstovan, sum kemur at umsita stuðulsskipanina.

Í ár verður eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um at banna oljufýrum í nýggjum húsum. Skotið verður upp, at bannið verður galdandi frá 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2022

27 Leygardagur 08. oktober 2022

Betra um frítíðartilboð

Talan er um tilboð, sum eru ætlað børnum við autismu og menningartarni frá 3. flokki og uppeftir, og sum hava tørv á stuðli til at mennast sosialt, sálarliga og málsliga

– Hetta gevur neyðugu karmarnar fyri einum vælvirkandi gerandisdegi, sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður við almannamálum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður við almannamálum hevur, í uppskotinum til fíggjarlóg 2023, raðfest frítíðartilboðini undir Almannaverkinum.

Talan er um tilboð, sum eru ætlað børnum við autismu og menningartarni frá 3. flokki og uppeftir, og sum hava tørv á stuðli til at mennast sosialt, sálarliga og málsliga.

Í tilboðunum verður dentur lagdur á at hava ein skipaðan gerandisdag, sum verður gjørdur sjónligur og ítøkiligur við dagsætlanum, samansettar eftir tørvinum hjá barninum. Arbeitt verður við at menna børnini til at virka í felagsskapi, at gerast meira sjálvbjargin, at fremja lívsgleði og menna sjálvvirði.

Í Havn eru frítíðartilboðini býtt upp á tveimum støðum, á Frúutrøð og Hoydalsvegnum. Fyri hesi verður játtaðanin víðkað við 2.5 milliónum krónum. Á Høgabóli í Eysturoynni verða játtaðar 400.000 krónur. eyka, hetta fyri at minka um bíðlistan.

Við øktari játtan til hesi frítíðartilboð fær Almannaverkið nú boðið hóskandi frítíðartilboð til hendan málbólkin.

– Eg fegnist um, at trygd nú er fingin fyri hesum tilboði, bæði fyri børnini, foreldur og avvarðandi. Hetta gevur neyðugu karmarnar fyri einum vælvirkandi gerandisdegi, sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2022

28 Leygardagur 08. oktober 2022

Atgongd til bráðfeingis sálarfrøðiliga hjálp

Hetta økið er av fremstu raðfestingum hjá landsstýrismanninum við heilsumálum. Skipan við bráðfeingis sálarfrøðiligari hjálp verður klár at seta í verk í 2023. Tá verður møguligt hjá persónum, sum hava tørv á bráðfeingis sálarfrøðiligari hjálp at venda sær til læknavaktina á 1870

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Arbeitt hevur verið við fyrireikingum at seta í verk skipan við bráðfeingis sálarfrøðiligari hjálp. Í ár varð peningur settur av at førleikamenna starvsfólk á Psykiatriska deplinum, sum skulu veita tænastuna, ið verður knýtt at Læknavaktini 1870.

Hetta merkir, at læknavaktin verður styrkt soleiðis, at starvsfólk við neyðugum førleikum at handfara sálarligar bráðstøður og at veita telefonráðgeving, verða knýtt at læknavaktini. Tá kunnu fólk, sum brádliga gerast illa fyri sálarliga, altíð ringja og fáa hjálp á jøvnum føti við fólk við likamligum sjúkum. Hetta er eisini í samsvari við tilmæli úr bæði heildarætlanini fyri sálarheilsu frá 2018 og heildarætlanini um rúsevnismisnýtslu frá mars í ár.

Grundarsteinurin í okkara heilsuverki er kommunulæknaskipanin, har serlæknar í almennum medisin arbeiða. Tað er í allar flestu førum hagar, fólk skulu venda sær, tá tey hava heilsuligar trupulleikar av einumhvørjum slagi. Tað er ein læknalig meting hjá kommunulækna ella læknavaktini, sum avger, hvørt sjúklingar hava brúk fyri meting ella viðgerð á sjúkrahúsi, uttan mun til um talan er um likamliga ella sálarliga sjúku.

Tað hevur verið eitt ynski frá m.a. sjúklingafeløgum, at læknavaktin hevur betri førleikar at taka sær av fólki, ið hava tørv á bráðfeingis sálarfrøðiligari hjálp, har tað viðhvørt er tørvur á longri samrøðum og metingum. Hetta verður gjørt nú við at styrkja læknavaktina við psykiatriskum førleikum.

Harumframt hevur landsstýrismaðurin í 2020 sett eina royndarskipan í verk, har ung og vaksin í aldrinum 15-35 ár, sum stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi, kunnu ávísast til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð.  Endamálið við hesi skipan er millum annað at fyribyrgja, at hesin málbólkur fær tørv á bráðfeingis sálarhjálp.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2022

29
Leygardagur 08. oktober 2022

Meiri pengar til MSC-góðkenningar

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023 verður játtanin til Havstovuna hækkað, og ein partur av hesi hækking er til raðfesting av at samskipa arbeiðið við MSC-góðkenningum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Arbeiðið at samskipa sonevndu MSC-góðkenningarnar av fiski úr Føroyum skal nú raðfestast hægri.

Í uppskotinum til fíggjarlóg verður játtanin til Havstovuna hækkað, og ein partur av hesi hækking er til raðfesting av at samskipa arbeiðið við MSC-góðkenningum.

Løgtingið lækkaði í fjør játtanina til vanliga virksemið hjá Havstovuni við 500.000 krónum, men í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 verður játtanin hækkað við einari millión og 150.000 krónum.

Peningurin skal m.a. brúkast til at tryggja, at arbeiðsorka er á Havstovuni til at samskipa almenna partin av góðkenningartilgongdunum, og saman við vinnuni gera neyðugu raðfestingarnar, tá ið fiskasløg skulu góðkennast. Ein annar partur skal brúkast til framskrivaðar lønarhækkingar.

Góðkenningar av burðardyggum fiskiskapi frá altjóða stovnum, so sum MSC, hava vundið alsamt meira uppá seg seinnu árini. MSC (Marine Stewardship Council) er tann mest viðurkendi altjóða standardurin fyri burðardyggan fiskiskap. Góðkenningarnar frá MSC eru fortreytin fyri, at útflytarar kunnu selja fiskavørur á teimum bestu marknaðunum til tann hægsta prísin.

Góðkenningartilgongdirnar eru umfatandi og gera, at enn meira orka má leggjast í at útvega vitan um fiskastovnar og fiskiskapir. Við hækkaðu játtanini er málið at tryggja, at arbeiðið at útvega góðkenningarnar av fiski úr Føroyum verður meira miðvíst, og at almenni leikluturin verður samskipaður betri og lagdur í eina fasta legu, skrivar Fiskimálaráðið.

Í dag hava hýsa, upsi, longa, brosma, gulllaksur og jákupsskel úr Føroyum MSC-góðkenning.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2022

30
Leygardagur 08. oktober 2022

Vágbingar taka ímóti nýggja Ango

Klokkan 13 í dag verður móttøka í djúphavnini í Vági. Nýggi Ango kemur á Vág

(Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í dag, leygardagin 8. november, kemur nýggi Ango á Vág, og í tí sambandi verður móttøka.

Hon verður á djúphavnini klokkan 13.

Tað er reiðaríið Spf. Ango í Vági, sum hevur keypt uppsjóvarskipið úr Íslandi fyri gamla Ango, sum annars kom í flotan í 2021.

Nýggi Ango er bygdur í 1999. Skipið er 1.775 bruttotons til støddar, og 68 metrar langt og 13 metrar breitt.

Umboð fyri Vágs býráð ber fram røðu, og møguleiki verður eisini hjá fólki at sleppa umborð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2022

31
Leygardagur 08. oktober 2022

Enniberg farin jólatúrin

Flakatrolarin setti farna leygardag kós móti Barentshavinum. Teir vóna at vera aftur áðrenn jól, men jólapakkarinir eru komnir umborð, um túrurin dregur út

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Farna leygardag fór Enniberg avstað við kós móti Barentshavinum. Hetta verður óivað síðsti túrur í hesum árinum, og tí verður hann róptur “jólatúrin”. Hóast teir rópa hann jólatúrin, so vóna og vænta teir at vera aftur áðrenn jól.

- Tá vit fara avstað hendan túrin, sum vit umborð rópa jólatúrin, so spyrja menn mest eftir tveimum tingum: Eru jólapakkarnir frá sjómanskvinnuringunum og karamellirnar umborð? Tað sigur kokkurin Jóhan Kristian Højgaard.

- Hóast tað er 1. oktobur nú vit fara avstað, og vit vóna at vera aftur áðrenn jól, so er tað gott at pakkarnir eru komnir umborð. Tað er líkasum ein trygd, í fall túrurin dregur út, sigur hann.

- Sigla vit heim áðrenn jól, so plaga vit at hava eina jólaløtu tá vit eru lidnir at vaska skipið. Tá hava vit ein góðan døgurða við dunnu og rísalamangi omaná. So verður jólaevangeliið lisið og pakkarnar býttir út. Síðani hugna vit okkum, og tað er vanliga sera hugnaligt, sigur Jóhan Kristian.

37 mans fóru við Enniberg og skipari er Karl Danielsen. Teir fara í russiskan sjógv at royna.

[object Object]
Jóhan Kristian Højgaard, kokkur (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2022

32 Leygardagur 08. oktober 2022

Fólk, ið fylgja ABC-ráðunum, hava tað betri

Kanning hjá Fólkaheilsuráðnum vísir at boðskapirnir í ABC fyri sálarliga heilsu hava gagnliga ávirkan

 
SkrivaÐ:

Innsent

Í stóru fólkaheilsukanningini hjá Fólkaheilsuráðnum “Hvussu hevur tú tað? 2019”, har 6.000 føroyingar í aldrinum 18-85 ár úr øllum landinum vórðu spurdir um heilsu- og trivnaðarstøðu, vóru eisini spurningar um, hvussu virkin fólk eru í ABC virksemi.

ABC virksemi merkir, í hvønn mun fólk fáast við virksemi, sum er í samsvar við ABC boðskapirnir í ABC fyri sálarliga heilsu; ver virkin, ver saman og ver hugbundin.

Nærum 3.000 føroyingar valdu at luttaka, og tí gevur kanningin okkum eina góða mynd av ABC virksemi og heilsustøðu í Føroyum.

ABC virksemi

Kanningar, ið eru gjørdar frammanundan vísa, at fólk, ið eru virkin á ymsan hátt, eru í felagsskapum og eru hugbundin í virksemi, sum gevur teimum eina kenslu av meining, hava betri sálarliga heilsu og heilsu sum heild enn onnur, sum ikki eru tað. Tí ynskti Fólkaheilsuráðið at fáa eina mynd av, hvussu virknir føroyingar eru í ABC virksemi.

Í kanningini vóru sjey spurningar um ABC virksemi: Fýra spurningar um at vera virkin (fevndi um at vera likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga virkin), tveir spurningar um at vera saman og ein spurningur um at vera hugbundin.

Út frá hesum sjey spurningum varð gjørdur ein ABC stigi, ið er eitt samlað mát fyri ABC virksemi. Stigin gongur frá 3-15, og fólk fingu stig alt eftir, hvussu virkin tey søgdu seg vera – jú hægri stig jú meira virkin.

Síðani blivu tey svarandi deild í tríggjar bólkar: lágt ABC (skoraðu 20% lægst), miðal ABC (tey í miðjuni) og høgt ABC (skoraðu 20% hægst)

[object Object]

Sum heild eru tað fleiri kvinnur enn menn, sum siga seg vera meira virknar í ABC virksemi– og tí skora hægri á ABC stiganum.

Fyri menn sæst ein týðiligur samanhangur millum aldur, og hvussu virkin man er í ABC virksemi.

Yngri menn eru mest virknir í ABC virksemi og síðani minkar virksemið við aldrinum t.d. sæst, at 33 prosent av monnunum í aldrinum 18-29 ár skora høgt á ABC stiganum, og er hetta einans galdandi fyri 15 prosent av monnum eldri enn 45 ár.

Tað sæst ikki á sama hátt ein samanhangur millum aldur og ABC virksemi fyri kvinnur, og eru kvinnurnar meira javnt virknar tvørtur um aldursbólkar.

Fleiri tøl frá kanningini her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2022

33 Leygardagur 08. oktober 2022

Fagnar, fevnir og varpar ljós á fjølmentan í Føroyum

Fjølmentavikan byrjar komandi fríggjadag – ætlanin er, at hon skal vera eitt landsfevnandi og afturvendandi tiltak

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í ár er fyrstu ferð, at Tórshavnar kommuna og Útlendingastovan samstarva um at gera eitt landsfevnandi átak til frama fyri fjølmentan í Føroyum. Átakið hevur fingið heitið Fjølmentanarvikan. ‘Multicultural week’ á enskum

Í sambandi við fjølmentanarvikuna 2022 verður eitt nú fjølmentanarborðhald í Perluni í Havn. Borðreitt verður við rættum úr øllum heiminum og øll eru vælkomin framvið at royna ymisku rættirnir.

Fjølmentanarborðhaldið er partur av einum familjutiltaki, ið leggur dent at at blanda saman fleiri mentanarlig íkast, so sum verkstovu í origami, framførslu í ukrainskum fólkadansi, royndarrógving við felagnum Knørri og borðspøl á bókasavninum við felagnum Tabletop Føroyar. Mangt annað er á skrá hesa vikuna, og lagt er upp til, at øll kunnu luttaka eftir førimuni.

Vegleiðing og skrá eru at finna at finna á Torshavn.fo og Integratión.fo. Eisini er ein hugskotskjátta framleidd til høvið. Hugskotskjáttan er eitt savn av hugskotum til ítriv og tiltøk í sambandi við at fagna fjølmentanini í Føroyum. Til ber at finna hugskotsjáttuna inni á torshavn.fo og integration.fo. Eisini er tilfarið sent út til kommunur, skúlar, stovnar, arbeiðspláss og frítíðarfelagskapir kring Føroyar.

Fjølmentanarvikan byrjar fríggjadagin 14. oktober og heldur fram til tann 21. oktober. Átakið er eitt samstarv millum Tórshavnar kommunu og útlendingastovuna og hugsanin er, at tað skal verða eitt landsfevnandi og afturvendandi átak.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2022

34 Leygardagur 08. oktober 2022

Latið blóð 100 ferðir

Felagið Blóðgevi er sera fegið um, at so nógv fólk í Føroyum sjálvboðin velja at vera blóðgevar

Frá vinstru Claus Reistrup, formaður í Felagnum Blóðgevi, Jákup Pauli Johansen, og Joan Petersen, deildarbioanalytikari
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikudagin 27. september var í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum eitt lítið hátíðarhald í sambandi við, at Jákup Pauli Johansen gav blóð fyri 100. ferð.

Jákup Pauli fekk handað samanplantning, eitt blómutyssi og ein pelikan úr glasi, sum Mikkalina Norðberg hevur framleitt. Pelikanurin er altjóða súmbol, sum øll heimsins blóðgevafeløg nýta. Pelikanurin ímyndar eitt menniskja, sum ósjálvsøkið hjálpir øðrum, so viðkomandi kunnu yvirliva.

Felagið Blóðgevi er sera fegið um, at so nógv fólk í Føroyum sjálvboðin velja at vera blóðgevar, so blóðbankarnir altíð vita, at tað ber til at útvega neyðugar mongdar av blóði, sum sjúkrahúsini nýta í sambandi við eitt nú skurðviðgerðir og regluliga viðgerð av ymiskum sjúkum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2022

35 Leygardagur 08. oktober 2022

Seta føroyska matin á kalendaran

Nýtt tiltak ynskir at varpa ljós á góða matin, sum verður dyrkaður, veiddur og framleiddur í Føroyum - savna grundfæ á Hópfígging

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

'Árið og maturin' kallast ein nýggj verkætlan, sum matíverksetin Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen hevur sett í gongd saman við teknaranum og sniðgevanum, Lenu Nicolajsen.

Talan er um ein kalendara, sum vísir nær ymsi føroyski maturin er í árstíð. Kalendarin/yvirlitið fer at gera tað lættari hjá fólki at keypa staðbundnan mat í árstíð og á tann hátt eta/keypa meira burðardygt.

Til tess at skaffa byrjanarkapital til ætlanina, eru tær í dag farnar á Hópfígging til tess at fáa til vega minst 80.000 krónur, sum krevjast fyri at kunna seta ætlanina í verk.

'Árið og maturin' verður á hópfígging lýst soleiðis:

Ein burðardygg og staðbundin matmentan

Við verkætlanini, Árið og maturin, ynskja vit at varpa ljós á góða matin, sum verður dyrkaður, veiddur og framleiddur í Føroyum.

Fyri mong kann tað tykjast torført at fáa skil á nær staðbundi maturin er í árstíð, og tí hava vit tikið stig til at menna ein føroyskan matkalendara, sum vísir nær rávørur og matvørur eru í árstíð. Kalendarin verður sniðgivin og prentaður í tveimum ymiskum formatum, sum ein ársplakat (A2) og sum vanligur kalendari við einari síðu pr. mánað (A3), og tað er føroyski teknarin og sniðgevin, Lena Nicolajsen, sum myndprýðir kalendaran.

Nógvar orsøkir eru at keypa staðbundnan mat í árstíð. Tað er gott fyri umhvørvið, at vit minka um innflutning av hópframleiddum matvørum úr fjarskotnum londum og at vit heldur økja burðardyggu matframleiðsluna og -søluna í Føroyum. Tá vit keypa staðbundnan mat beinleiðis frá føroysku framleiðarunum gagnar hetta bæði framleiðarunum, nærsamfelagnum og felagskensluna millum fólk. Somuleiðis gagnar tað føroyska búskapinum, at vit bæði framleiða, selja og nýta staðbundna matin í Føroyum.

Meira um ‘Árið og matin’ á Hópfígging 

[object Object]
Sunniva G. Mortensen (Savnsmynd: Súsanna Smith Johansen)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2022

36 Leygardagur 08. oktober 2022

“Abbi og eg og abbi” - besta bók til børn og ung í Útnorði

Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins varð handað á Norðuratlantsbryggjuni

Dánial Hoydal og Annika Øyrabø
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

“Abbi og eg og abbi” fekk hósdagin Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðssins 2022, sum var handað á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

Vakra bókin, sum Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt, snýr seg um ein drong og abba hansara, sum broytist og byrjar at gloyma. 

Útnorðurráðið lýsir í tilnevningini Abba og eg og abba soleiðis:

Dánial Hoydal varpar við bókini ljós á eitt eymt og viðkomandi evni á ein virðiligan og barnavinaligan hátt. Lætt og sakliga gevur bókin høvi at práta um demens, sum rakar nógvar familjur. 

Dánial Hoydal dugir væl at lýsa tað álvarsama saman við eitt sindur av skemti og løttum orðaspæli, so at vónin sleppur at liva. Tað ger tað lættari at skilja og tosa um tað, sum tyngir. Annika Øyrabø dugir kynstri at skapa eina søgu bara við myndum. Við skuggum og dýpd skapa hennara pappírsklipp eitt trívíddar rúm, sum gevur lesaranum kensluna av at gerast eitt við søguna um dreingin og abban. Frá sjónarmiðnum hjá dreinginum, síggja vit hvussu orð og gerðir hjá abbanum broytast, so hvørt sum hann byrjar at gloyma. Við einføldum orðum og spælandi stíli lýsir Dánial Hoydal broytingina og serliga sambandið millum teir báðar. Í eini annars vónleysari støðu, merkist ein hiti og gleði.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2022

37 Leygardagur 08. oktober 2022

Føroyskur politikkur sum sjónvarpsrøð

Tórfinnur Jákupsson og Jón Hammer arbeiða við røð bygd á bókina “Vit, Føroya fólk” hjá Bjørk Mariu Kunoy

Torfinnur Jákupsson og Jón Hammer her saman við Olaf Johannessen tá Trom hevði frumframførslu (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fólkini handan sjónvarpstøðina Trom fara nú undir eina nýggja røð. “Tinganes” verður heitið á røðini, sum snýr seg um føroyskan polikk. Røðin verður bygd á bókina “Vit Føroya fólk” hjá Bjørk Mariu Kunoy, sum kom út í 2019.

Tað er altjóða tíðarritið Variety, sum skrivar, at Tórfinnur Jákupsson og Jón Hammer umvegis eitt nýtt framleiðslufelag, GRÓ Studios, av álvara eru farnir undir fyrireikingarnar av røðini “Tinganes”.

Eftir ætlan fara filmsupptøkurnar í gongd komandi ár.

Ætlanin varð kunngjørd í hesi vikuni undir Reykjavík Film Festival.

Tórfinnur Jákupsson greiðir í Variety frá, at røðin byggir lutvíst á veruligar hendingar sum eru farnar fram í Føroyum og føroyskum politikki.

Jón Hammer, filmsframleiðari, greiðir frá, at verkætlanin hevur fingið undirtøku frá bæði lokalum og altjóða samstarvsfelagum, og arbeitt verður nú við at finna sjónvarpsstøðir og stroymingartænastur, ið eru áhugaðar at senda røðina.

Variety skrivar eisini, at umframt røðina “Tinganes” arbeiða GRÓ Studios við einum spælifilmi, “Lý”, ið er ein norðurlendskur neo-western, sum Tórfinnur Jákupsson hevur skrivað.

Les meira um “Vit Føroya fólk” her

[object Object]
Tað eru hendingarnar, sum løgfrøðingurin Bjørk Maria Kunoy skrivaði um í bókini "Vit Føroya fólk", sum nýggja røðin "Tinganes" byggir á



  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2022

38
Leygardagur 08. oktober 2022

Ummæli: Hvat ólukkan skulu vit gera við Høgna Mohr?

Saga JAM burdi ikki verið komin út. Men tað er gott, at hon er komin. Tí hon er óluksáliga góð. So hvat skulu vit gera við hana? Og hvat skulu vit gera við handan svaka kamikaze-pilotin, Høgna Mohr?

 
SkrivaÐ:

Sjúrður Skaale

Act as if.

Tað stendur tatoverað á høgra skøvningi á Jan-Allani Müller.

Tað kundi eisini staðið á bókini um hann.

Act as if.

Tá høvundurin verður spurdur, hvussu hann kann loyva sær at geva út eina sera nærgangandi bók um ein mann, sum ikki hevur givið sítt samtykki til tað, er svarið, at hetta er ein skaldsøga. Fiktión.

Tað stendur eisini í fororðunum: “Hetta er eingin reystmennissøga, sum tær, ið tyngja føroysku bókahillarnar í okkara øld. Hetta er ein æviskaldsøga um pínu, svikaráð, kríggj og longsil. Pallurin er tann pálítiligi veruleikin við sonnum antihetjum.”

Sum skilst hava teir samstarvað tætt um verkætlanina í langa tíð. Og hava havt samrøður, sum fylla 1200 síður.

Men so er onkur ósemja íkomin, og Jan-Allan er lopin frá. Høgni, sum livir av at skriva, hevur ikki vilja skrottað alt tilfarið, og er farin víðari. Fyri at legitimera tað, kallar hann bókina eina skaldsøgu. Eina “æviskaldsøgu”.

Soleiðis kann hann siga, at hetta ikki er um tann veruliga Jan-Allan, men um ein fiktivan Jan-Allan, sum bara upp á allar hugsandi mátar líkist akkurát tí veruliga Jan-Allani.

Act as if.

Eftir mínum tykki fær høvundurin ikki finta seg út úr síni trongu støðu við hesum. Sjálvsagt er bókin um Jan-Allan. Tað er bulurin. So eru detaljur, lýsingar, samrøður og hugsanir av meira ímyndaðum slag. Men tær spretta út úr bulinum. Og hoyra tí eisini til bulin.

Jan-Allan má hava fyrstarætt og ognarrætt til søguna um seg sjálvan. Tí hevur Høgni hevur gjørt nakað, sum er moralskt ivasamt. Don’t act as if it isn’t.

Men samstundis er bókin góð. Víst er hon grov í støðum. Men hon er eisini flott. Nógv vilja kenna hana ærumeiðandi. Men hon eisini poetisk.

Og undir øllum umstøðum er hon ein bók, sum ger tí, ið lesur hana, mun.

[object Object]
Høgni Mohr, rithøvundur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bøkur sum líkjast...

Saga JAM fekk meg at hugsa um tríggjar aðrar bøkur.

Fyrst og fremst, sjálvandi, stórverkið Min Kamp hjá Karl Ove Knausgaard. Tað var sama tilgongd. Fólk í familjuni hjá Knausgaard vildu hava útgávuna steðgaða, tí hon gekk tí deyða pápanum ov nær, og var, eftir teirra tykki, eisini ósonn.

Knausgaard strikaði navnið á pápanum úr bókini, kallaði hana eina skaldsøgu – og gav hana út. Act as if.

Bylgjurnar gingu høgt í Norra um, hvat ein høvundur kundi loyva sær. Men nú hava tær lagt seg – og bókin stendur eftir sum eitt tað størsta norðurlendska bókaverkið í okkara tíð.

Ein onnur bók er In Cold Blood hjá Truman Capote. Hann vitjaði tveir drápsmenn, sum bíðaðu eftir deyðadóminum. Teir hildu, at hann vildu hjálpa teimum, men tað, hann gjørdi, var at fáa teir at siga søguna um sítt lív og søguna um drápini í minstu detaljum. Act as if.

Tá menninir vóru hongdir, kom bókin út. Capote var sum ein igul, sum seig teirra blóð – teirra søgu – í seg, og brúkti hana til sítt egna verk.

Brotsmenninir høvdu dripið í eini stressaðari støðu. In warm blood. Capote útnyttaði teir. In cold blood. Tað var kyniskt. Men nú er Capote deyður, og bókin stendur eftir sum eitt listarverk. Hon er enntá blivin til ein fantastiskan film.

Triðja bókin er Jag är Zlatan - um Zlatan Ibrahimovic, sum, against all odds, verður superstjørna á fótbóltshimmalinum. Brennievnið er ein ótømandi orka, stórt dirvi, ein ósvitalig trúgv uppá seg sjálvan – og stálsettur vilji til at náa sínum málum.

Tá Zlatan ivaðist inneftir, virkaði hann bara enn meira sjálvsikkur úteftir. Sum Jan-Allan. Act as if.

...men ikki líkjast kortini

Munirnir eru, at Jan-Allan er ikki deyður, sum pápi Knausgaard. Og hann hevur altso sjálvur greitt frá teirri søguni, sum Høgni Mohr síðani hevur broderað omaná.

Jan-Allan hevur ongan dripið, sum menninir í In Cold Blood. Men hann hevur gjørt ting – eisini býtt ting – tá blóðið var heitt. Høgni hevur fingið hann at fortalt tað, og skrivað um tað. Men hann hevur ikki skrivað við køldum blóðið. Tvørturímóti. Bókin er skrivað við kærleika.

Zlatan er ein hetja, sum heldur seg á toppinum konstant. Jan-Allan røkkur langt upp – men søkkur eisini djúpt. Saga JAM fer inn í myrkar krókar av lívinum, sum vit ofta vilja fjala.

Tað er tað, sum ger hana virðismikla, menniskjaliga – og sanna.

Sannari enn flestu bøkur

Tað, sum fólk hava spurt farnu dagarnar, er, um bókin er sonn. Í samsvari við veruleikan. Ærlig.

Tað tykist næstan sum fólk halda, at vanligar ævisøgur eru ærligar. Men tað, sum Høgni Mohr kallar “reystmennissøgur” eru jú sjáldan ærligar. At uppremsa leksikal fakta, fortelja um flottu framsíðuna hjá einum menniskja, og tiga um tað døkka – er tað ærligt?

Skal ein ævisøga verða eitt slag av standmynd av eini hetju? Ella skal hon eisini sýna tað trupla, eyma, sárbara, skeiva og falska, sum eisini er partur av tí at vera menniskja?

Saga JAM ger tað seinna. Og tað ger hana sannari enn nógvar aðrar ævisøgur. Hóast alt, sum stendur, kanska ikki er púra satt, reint leksikalt.

Eitt dømi: Pápin hevur ringt, og Jan-Allan sigur ”Her er ikki tað stóra, pabba, tað veit Gud. Ikki tað stóra. Ikki tað stóra. Vit arbeiða við hasum prosjektinum. Ja. Vit arbeiða eitt sindur. Tað skal nokk fara at ganga. Nei. Eg havi ikki tað stóra, pabba. Tað veit Gud, ikki tað stóra.”

Og høvundurin staðfestir: ”Soleiðis var ein vanlig samrøða, hann hevði við pápan. Ein spæld samrøða við ósagdari sorg latin í innanopin orð, sum róptu eftir kærleika”.

Segði Jan-Allan júst hasi orðini? Neyvan.

Men er lýsingin sonn? Well, hon sigur ið hvussu er sannleikan um tær relatiónir, sum flestu okkara hava við fólk, ið standa okkum nær.

Og eru tær ævisøgur, ið eru bygdar upp sum leksikalar endurgevingarnar at almennum fakta, ikki ofta júst ”innanopin orð”? Eg hugsi tað. Tí er Saga JAM sannari enn tað mesta, vit lesa av slíkum. Hóast ein partur – sum nevnda samrøða – er uppspunnin. Sannleikin liggur ikki bara í fakta, men eisini í kenslum, sum bert
kunnu lýsast sum fiktión.

Slatursins offurbonkur

Allar fyrst í hálvfemsunum spældi eg eina kabarett í Vági. Hon var ræðuliga vánalig, og tað komu ikki nógv fólk. Men ein leikari lúrdi út gjøgnum teppið og kundi bera hinum eini spennandi boð: ”Jan-Allan er har!”

”Wow” hugsaðu vit. Maðurin var ein fokkin stjørna. Góður fótbóltsspælari, flottur, sjálvsikkur, hevði stíl – hevði bara alt. Dreingirnir virdu hann og øvundaðu honum - genturnar vóru forelskaðar.

Men okkum dámar at síggja tey, sum standa høgt, falla. Tað eru somu mekanismur, sum í gomlum døgum drógu fólki til torgini at hyggja at hálsøggingum. Drívmegin er tann ósagdi tankin: Gott, tað ikki eri eg! Nú hálshøgga vit sjálv – við slatri og snakki. Jú kendari persónarnir eru, jú størri og stórslignari eru teirra fall. Og tá eru øll við, tí knappliga kenna vit, at vit eru betri enn tey, sum í gjár vóru so flott og smørt og kend.

So tá Jan-Allan varð tikin fyri at lúra í einum solarium, fór tað sum eldur gjøgnum samfelagsins slatrikanalir.

Almennar sum privatar. Fólk gottaðu sær, og tann altíð svangi hávurin – pressan – tevjaði blóð.

Víst má tað hava verið særandi og óbehagiligt hjá nøkrum kvinnum at vita, at onkur kanska hevur lúrt eftir teimum. Men burtursæð frá hesum kvinnum hevði tað, Jan-Allan gjørdi, onga ávirkan á lívið hjá nøkrum øðrum enn Jan-Allani sjálvum. Men Ekstrablaðið og kompaní vildu kortini tjena pengar uppá at vísa øllum, hvussu patetiskur hesin gamli fótbóltsspælarin var.

Tað var patetiskt. Høgni verjir tað heldur ikki. Men hann minnir á, at Jan-Allan fyrst og fremst skaddi seg sjálvan. Og at tað hevur ein stóran prís fyri tey, tað rakar, tá fólk verða løgd á slatursins offurbonk.

Tá hann er tikin og situr í hondjørnum í politibilinum, sigur Høgni um hann: ”Hann bleiv eitt lætt offur. Easy Pick. Sitting duck. Hevði hann havt eina kontakt á baksetrinum á løgreglubilinum, hevði hann sløkt lívið.”

Og tí kom eisini tankin um tað ultimativu flýggjanina:

”Hann fór at verða skræddur sundur av skomm og enda sum vesalingur uttan vinnuveg og vón. Sjálvt vinir fóru at gevast at heilsa og ístaðin venda honum bakið við einum háandi brái. Hann kundi ikki vera bekentur at bjóða familjuni hjá sær at vera á lívi…”.

At vera eitt ”baktalað og vanmett menniskja” er ikki lætt. Tú fært ikki vart teg. Slaturin, sum fyrst og fremst verður fóðraður við sjálvrættvísi og skaðafrøi, er ein hálur fíggindi.

Tað gevur bókin gott innlit í. Og tí er hon góð at lesa hjá øllum okkum, sum grinu og slatraðu, tá ein patetisk baksíða av teirri kekkaðu fasaduni hjá Jan-Allani bleiv avdúkað.

Øllum okkum, sum jú onga patetiska baksíðu hava sjálv...

Hvat skulu við gera við mannin?

At geva hesa bókina út, tá Jan-Allan ikki vil hava tað, er ikki rætt. Og at skjóta seg undir, at tað er ein skaldsøga, er … ja, faktiskt nokkso patetiskt.

So bókin burdi ikki verið komin út. Men nú er hon her. Og problemið er, at hon er óluksáliga góð. Óneyðuga og býttisliga grov í støðum, absolutt. Men eisini Flott. Poetisk. Ærlig. Hvørki skrivað við innanopnum orðum ella køldum blóði, men við kærleika.

Tað er ikki nøkur glitrandi glæstrimynd. Ikki nøkur hetjudyrkandi standmynd. Men ein heildarmynd av einum menniskja upp á gott og ónt, sum vit øll, so ella so, kunnu kenna okkum aftur í. Og tí læra okkurt av.

So hvat ólukkan skulu vit gera við hesa bókina? Hendan svullin av erligheit, sum Høgni Mohr brestir í gronina í okkum?

Og hvat ólukkan skulu vit gera við Høgna Mohr? Henda kamikaze-pilotin, sum enn einaferð hevur sprongt seg inn í okkara komfort-zone, og sjálvboðin lagt seg á slatursins offurbonk?

Eg veit ikki. Tað veit Gud, eg veit ikki.

Men sjálvur kann eg ið hvussu er læna ein setning frá Jan-Allani, og siga við hann:

”Tú ert altíð einsamallur. Vinurin.”

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. oktober 2022

39 Leygardagur 08. oktober 2022

Bezzerwizzer á føroyskum

Mest selda spurnaspælið í Norðurlondum, kemur nú á føroyskum

(Mynd: Hugnaløtur)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eitt kent og væl dámt spurnarspæl er nú komið út á føroyskum. Talan er um tað mest selda spurnaspælið í Norðurlondum, Bezzerwizzer, sum er selt í yvir 3 milliónum eintøkum seinastu 15 árini. 

Søgan aftanfyri 
Avgerðin bleiv tikin um summarið í 2021, at eitt nýtt spurnaspæl skuldi gevast út í oktober 2022, og í november í fjør var avgerðin tikin, at tað skuldi verða Bezzerwizzer á føroyskum, tí tað var tað besta spurnaspælið á marknaðinum.

Avtala var síðani gjørd við danska felagið, at Hugnaløtur kundi geva út øll teirra spøl fram til tann 31. desember 2025, og so var bara at fáa spælið gjørt. Hetta arbeiði tók umleið fimm mánaðir og 1. juni í ár, var nýggja føroyska Bezzerwizzer spælið liðugt uppsett.

Nú er spælið so komi til Føroya og er klárt at geva út. 

Um spælið 
Bezzerwizzer er eitt spurnaspæl til ung og vaksin yvir 15 ár, og upp til eini 12 fólk kunnu luttaka. Spælið inniheldur 2.400 spurningar, ið eru upp millum hesi evnini: Byggilist, list & pallur, vinna, sniðgeving, film, matur & drekka, landalæra, søga, menniskja, málburður, bókmentir, tónleikur, náttúra, politikkur, náttúruvísindi, samfelag, ítróttur, tøkni & spøl, siðvenja & átrúnaður og sjónvarp & røðir.

Av teimum 2.400 spurningunum, eru umleið 1.300 spildurnýggir spurningar um føroysk viðurskiftið, meðan 1.100 spurningar eru um ymisk evni og útlensk viðurskiftið. Bezzerwizzer er ikki bert um vitan, tí taktikkur og snildi ger seg eisini galdandi í spælinum. Slagorðini hjá Bezzerwizzer eru: Legg høvdið á blot – Spælið um vitan, taktikk og snildi. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2022

40 Leygardagur 08. oktober 2022

Framsýning við Ingálvi av Reyni

Fernisering var í Williamsstovu í gjár 

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ingálvur av Reyni (1920-2005) er ein av okkara bestu og mest viðurkendu listafólkum, og var ein undangongumaður innan føroyska list. Hann hevði millum annað eina slóðbrótandi abstrakta framsýning í 1961, sum slóðaði fyri listini, ið vit kenna í dag.

Long tíð er liðin síðani nøkur framsýning hevur verið við myndum eftir Ingálv, og hansara verk eru ikki løtt at fáa hendur á. Tó hevur nú eydnast at gera eina góða og spennandi samling av hansara verkum, ið øll fara at vera til keyps á framsýningini. Talan er bæði oljumálningar og tekningar.

Framsýningin lat upp í Williamsstovu í Niels Finsens gøtu í Havn í gjár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2022

41 Leygardagur 08. oktober 2022

Seks filmar tilnevndir til Geytan 2022

Geyta-virðislønirnar verða handaðar 22. oktober í Norðurlandahúsinum. Aftur í ár, verður tiltakið víst beinleiðis í sjónvarpinum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Aftur í ár skulu Føroya bestu stuttfilmar kjósast. Hetta verður gjørt á ársins Geytakvøldi, sum verður í Norðurlandahúsinum 22. oktober. Eins og í fjør verður tiltakið víst beinleiðis í sjónvarpinum.

Sum vant verða tvær virðislønir latnar, og í ár eru virðislønirnar hækkaðar. Runavíkar kommuna letur 40.000 krónur til Geyta-vinnaran, og Tórshavnar kommuna letur 30.000 krónur til vinnaran av Áskoðaravirðislønini.

Atkvøðugreiðslan um Áskoðaravirðislønina fer fram umvegis Sona-appina, so til ber hjá øllum sjónvarpshyggjarum at atkvøða eins og tey, sum eru í Norðurlandahúsinum. Tí er tað týdningarmikið at taka niður Sona-appina áðrenn Geytakvøldið verður, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.

Tiltakið verður fyriskipað av Norðurlandahúsinum og Kringvarpinum í samstarvi við Sona. Vertur verður Finnur Koba.

Seks filmar luttaka í ár

13 filmar vórðu meldaðir til Geytan í ár, og dómsnevndin hevur valt út seks filmar. Teir eru:

  • Sálarkvøl - Eir í Ólavstovu
  • Ver Her – Maria Winther Olsen
  • Tokskinnarin – Terji Mohr
  • Typiskt - Sølvi Næs Hoydal
  • Steinbíturin - Klippfisk (Dina Fríða Poulsen)
  • Nonstop - Sølvi Næs Hoydal

Hvør einstakur limur í dómsnevndini er umboðaður av einum filmsyrkisligum felagi ella stovni.

Í dómsnevndin sita Rannvá Jónsdóttir (Filmsfelagið),  Hans Petur Hansen (Kringvarp Føroya), Sakaris Stóra (Føroyskt Filmsfólk), Tina Wagner (Filmshúsið), Pætur M. Dahl (Klippfisk), og altjóða limur í dómsnevndin er  Valdimar Jóhannson . 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2022

42 Leygardagur 08. oktober 2022

Norðurlandahúsið fagnar fjølmentan og margfeldi

Konsert verður á fjlømentavikuni við tónleiki úr Sudan og Latínamerika

Ebo Krdum kemur úr Darfur í Vestursudan
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 14. oktober er Norðurlandahúsið karmur um almennu setanina av fjølmentanarvikuni 2022, og mikukvøldið 19. oktober bjóðar húsið til konsert við tónleiki úr Sudan og londunum kring Sahara, Svøríki og Latínamerika.

Ebo Krdum er viðurkendur og fjølvirðisløntur sangari, aktivistur og listafólk. Hann er búsitandi í Svøríki, men er upprunaliga úr Darfur í vestur-Sudan, haðani hann flýddi, tá kríggið herjaði.

Í tónleikinum hjá Ebo Krdum renna afrikanskt blues og afrobeat og norðurlendskur fólkatónleikur saman í eina hægri eind. Á konsertini spælir hann saman við svensku Anna Möller og Ale Möller. Ale er kendur sum ein tann størsti slóðbrótarin innan Norðurlendskan fólkatónleik og hevur m.a. fingið hægsta heiður innan fólkatónleik: "Folk Alliance Lifetime Achievement Award". Ein virðisløn sum m.a. Joni Mitchell, Bob Dylan, Harry Belafontre og Joan Baez eisini hava fingið.

Ebo Krdum er tilnevndur tónlistarvirðisløn Norðurlandaráðsins 2022.

Eitt av endamálunum við fjølmentanarvikuni er at hátíðarhalda tær ymsu mentanirnar, sum eru í Føroyum, og áðrenn Ebo Krdum fer á pallin, hoyra vit frá tveimum tónleikarum, sum eru fluttir til Føroya úr Latínamerika: sangarin Cinthia González úr Kili og gittarleikarin Sergio Martinez úr Meksiko.

Til hetta serliga høvið hava Cinthia og Sergio funnið saman at tulka latínamerikanskan tónleik. Tey fara at forkela okkara oyru við sangum úr kilenska fólkaminninum og øðrum vøkrum tónleiki úr Argentina, Puerto Riko og Meksiko.

Hetta verður ein konsert um líkarætt, margfeldi og frælsi.

Til setanina av fjølmentanarvikuni bjóða Útlendingastovan og Tórshavnar kommuna til eina fjølbroytta skrá av tónleiki, røðum, dansi og ábiti. Øll eru vælkomin.

Almenna setanin verður fríggjadagin 14. oktober kl. 15.

Konsertin við Ebo Krdum, Cintiu González og Sergio Martines verður mikukvøldið 19. oktober kl. 19.30.  

[object Object]
Cinthia González

[object Object]
Sergio Martinez


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2022

43 Leygardagur 08. oktober 2022

Leita eftir støkum føroyskum monnum

Framleiðslufelagið Blu leitar eftir føroyskum monnum til kærleikssending

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ert tú stakur, millum 25 og 40 ár og búsitandi í Føroyum? So ert tú møguliga tann rætti til eina kærleikssending, sum danska Blu fer at framleiða.

- Vit leita eftir tær, sum hevur alt uttan ta einastu einu. Til eina kærleikssending leita vit eftir støkum monnum, sum eru klárir at finna kærleikan og kanska tí einastu einu, skrivar Blu í einari lýsing á Facebooksíðuni “Færinger”.

[object Object](Mynd: Blu)

Tað skuldi verið lætt at funnið hesar menninar, tí í Føroyum búgva væl fleiri mannfólk enn konufólk. Sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovuni búðu tað í august 28.108 menn og 26.092 kvinnur í Føroyum. Altso gott 2.000 fleiri mannfólk enn konufólk.

Blu stendur fyri framleiðsluni av fleiri donskum sendingum. X Factor er eitt, men eisini kærleikssendingarnar “Landman søger kærlighed”, “Kærlighed hvor kragerne vender”, og “Fem fyre flytter ind” eru framleiddar av Blu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2022

44 Leygardagur 08. oktober 2022

– Fara eisini at hyggja at heitunum hjá okkara børnum

Tað ber ikki til at siga, hvussu kongshúsið fer at síggja út, tá tíðin hjá Christian nærkast, sigur Mary krúnprinsessa, sum sigur seg taka undir við avgerðini hjá Margretu drotning um at taka kongaligu heitini frá børnunum hjá Joachim prinsi

Mary krúnprinsessa á vitjan í Føroyum á sumri í 2018 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í farnu viku boðaði kongshúsið frá, at Margreta drotning hevur avgjørt, at tey fýra børnini hjá Joachim prinsi missa síni kongaligu heiti 1. januar. Hetta er ein avgerð, sum m.a. Joachim prinsur og elsti sonur hansara, Nikolai prinsur, ikki siga seg skilja.

Margreta drotning hevur, sambært donsku miðlunum, sagt, at hetta er nakað, hon hevur hugsað um leingi, og er tað tað besta fyri børnini.

Mary krúnprinsessa sigur eisini við B.T., at hon stuðlar avgerðini hjá drotningini.

– Broyting kann vera ómetaliga torført, sigur hon, men tað merkir ikki, at avgerðin ikki er tann rætta, sigur hon og leggur afturat, at tey eisini fara at hyggja nærri at heitunum hjá børnum hennara.

Um hetta merkir, at yngru børn hennara – Isabella prinsessa, Vincent prinsur og Josephine prinsessa, sum ikki standa til at fáa apanasju sum vaksin, eins og Christian prinsur – eisini fara at missa kongaligu heitini, ber tó ikki til at siga enn, sigur hon.

– Í dag ber ikki til at siga, hvussu kongshúsið fer at síggja út, tá tíðin hjá Christian kemur, ella tá hon byrjar at nærkast, sigur krúnprinsessan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2022

45 Leygardagur 08. oktober 2022

Brasil: Eingin fekk meira enn 50 prosent

Fyrsta umfarið av brasilska forsetavalinum var sunnudagin, men einki av valevnunum fekk nóg mikið av atkvøðum, og skulu fólk í Brasil tí aftur á val 30. oktober

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnudagin var fyrsta umfarið av brasilska forsetavalinum, og tá nærum allar atkvøðurnar vóru taldar upp, er greitt, at fólkið í Brasil skal á val aftur 30. oktober.

Tað eydnaðist nevniliga ongum at fáa meira enn helmingin av atkvøðunum, sum tað krevst fyri at vinna forsetavalið.

Valevnið á vinstravonginum, Luiz Inácio Lula da Silva, ið eisini var forseti frá 2003 til 2011, fekk 48,3 prosent av atkvøðunum, meðan sitandi forsetin, Jair Bolsonaro fekk 43,3 prosent.

Bolsonaro hevur sitið sum forseti síðan 2019. Hann hevur m.a. verið fyri atfinningum fyri sína handfaring av koronafarsóttini.

Luiz Inácio Lula da Silva, eisini nevndur Lula, fekk í 2018 eina longri fongsulsrevsing fyri kurruptión og hvítvask, men í 2021 varð dómurin ógildaður av brasilska hægstarættinum.

Verður Jair Bolsonaro ikki afturvaldur, verður 31. desember síðsti dagur í hansara embætistíð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2022

46 Leygardagur 08. oktober 2022

Svii fær nobelvirðisløn fyri gransking í útdeyðum genum

Svante Pääbo fær heiðursløn Nobel's í lívvirkisfrøði og medisin

Svante Pääbo (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað verður ein svii, sum í ár fær Nobel-heiðurslønina í lívvirkisfrøði og medisin. Mánadagin varð kunngjørt, at Svante Pääbo, ið hevur granska genetikk, fær tignarligu heiðurslønina.

Svante Pääbo fær heiðurslønina fyri sína gransking av lívmenningini hjá menniskjanum og útteyðum genomum.

Í gransking síni hevur Svante Pääbo kortlagt arvagóðsið frá neandertalarunum, umvegis eitt útdeytt skyldfólk til tey menniskjuni, sum liva nú. Hann fann eisini eitt higartil ókent slag av menniskjum, kallað denisova.

- Slóðbrótandi granskingin hjá Pääbo hevur skapt nýggj øki at granska, kallað paleogenomikk. Hansara kortleggingar av arvagóðsið frá neandertalarum og denisova hava givið okkum nýggjar fyritreytir fyri at skilja genetiska grundarlagið til tað, sum ger okkum øll til einstøk menniskju, verður sagt í grundgevingini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2022

47 Leygardagur 08. oktober 2022

Heimsins fyrsta sjóvarfalsorkulund

Gongst sum ætlað verður Hestfjørður karmur um heimsins fyrstu sjóvarfalsorkulund. Fyrireikingararbeiðið gongur væl boðar Minesto frá

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Samlaði mátturin í lundini verður umleið 30 MW, býtt út á 24 1,2 MW drekar. Árliga framleiðslan verður væntandi 84 GWt, sum svarar til 20 prosent av samlaðu elnýtsluni í Føroyum í fjør. 

Fyrireikandi arbeiðið umfatar eitt nú umhvørvisárinsmetingar, kaðallegging, íbinding í netið osfr.

[object Object]

Martin Edlund, stjóri í Minesto sigur, at tey eru sera væl nøgd við gongdina í Hestfirði. Lokalu umstøðurnar eru sera góðar fyri eini slíkari verkætlan, og tí fyrstu av sínum slag. Hon fer, tá hon er liðug, at kunna veita streym til tað, sum svarar til stóran part av elnýtsluni í Havnini.

Verkætlanin er eitt samstarv millum svensku Minesto fyritøkuna og SEV og føroyskar myndugleikar. Fróðskaparsetrið er eisini partur av fyrireikingararbeiðinum. 

Minesto skrivar á heimasíðuni, at arbeiðið hjá SEV at menna elnetið kring høvuðsstaðin hevur alstóran týdning fyri verkætlanina. 

Terji Nielsen, leiðari hjá SEV sigur, at verkætlanin í Hestfirði er ein av týðandi verkætlanunum at fremja tað grøna orkuskiftið í Føroyum, og í hesum sambandi er menningin av netinum av alstórum týdningi. Samstarvið við Minesto er bert ein av mongu verkætlanunum hjá SEV at gera Føroyar grønari. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2022

48 Leygardagur 08. oktober 2022

Grønur september hjá SEV

Vágsverkið varð sløkt í tilsamans átta samdøgur. Grøna framleiðslan fyri alt landið var 53 prosent

(Mynd: Sev.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Suðuroyggin var 100 prosent grøn í góð átta samdøgur í september, og í 10 dagar lá grøna elorkan yvir 80 prosent.

Samanlagt fyri allan september kom grøna elorkuframleiðslan í Suðuroy á sløkum 53 prosentum, og somuleiðis lá grøna elorkuframleiðslan fyri alt landið á 53 prosentum.

Skipanin við vindorku, synkronkompensatori og battarískipan varð royndarverksett síðst í august. Hon hevur roynst væl, og í tilsamans átta samdøgur var dieselrikna Vágsverkið sløkt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2022

49 Leygardagur 08. oktober 2022

Leingja serskipanina fyri elbilar

Serliga skipanin, sum skuldi fáa føroyingar at leggja seg eftir meira umhvørvisvinarligum loysnum, tá ið teir keypa bil, heldur fram tvey ár afturat

Einki skrásetingargjald skal rindast av elbilum í 2023 og 2024, og skipanin við MVG-afturbering verður longd  
SkrivaÐ:

Jan Müller

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Uni Rasmussen, hevur lagt tvey lógaruppskot fyri Løgtingið, sum skulu leingja skipanina við ávikavist MVG-afturbering og frítøku fyri skrásetingargjald á elbilum. 

Onki skrásetingargjald 

Hetta hevur í stuttum við sær, at skrásetingargjald ikki skal gjaldast fyri el- og vetnisakfør í 2023 og 2024. Frá 2025 verður skrásetingargjaldið stigvíst sett í gildi aftur.  

Skipanin við afturbering av meirvirðisgjaldinum verður eisini longd. Tað hevur við sær, at keyparar av elbilum komandi tvey árini fáa upp til 70.000 krónur av MVG´num á bilinum afturrindaðar. Frá 2025 verður afturberingin av meirvirðisgjaldinum stigvíst minkað og fellur burtur í 2028. 

MVG-afturberingin fyri plug-in hybrid bilar heldur fram óbroytt sum í dag. Tað merkir 70.000 kr. í MVG afturbering í 2022 og 35.000 kr. í 2023 og 2024. Frá 2025 verður ongin MVG afturbering fyri plug-in hybrid bilar. 

Í tráð við veðurlagspolitikk 

Uppskotini um at leingja serskipanina fyri umhvørvisvinarligar bilar eru í tráð við samtykta veðurlagspolitikkin, sum mælir til fleiri átøk at skunda undir orkuskiftið í Føroyum. 

Veðurlagsnevndin hjá ST, Intergovernmental Panel on Climate Change (IPCC), mælir til at skerja samlaða útlátið av veðurlagsgassi í heiminum við 45 prosentum í 2030. Stovnurin mælir eisini staðiliga til, at heimsins lond ikki hava meira útlát í 2050 enn trø, plantur og hav kunnu upptaka.  

Gongd er komin á søluna á elbilum, men landstýrið metir, at tað framvegis er neyðugt at stuðla fólki fíggjarliga til at velja umhvørvisvinarligar loysnir. Tí er gjørt av at leingja skipanina við MVG-afturbering og frítøku fyri skrásetingargjald. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2022

50 Leygardagur 08. oktober 2022

Grønt ljós til umfevnandi olju- og gassleiting eystan fyri Føroyar

Bretski orkumyndugleikin hevur kunngjørt, at nærum 900 teigar á landgrunninum verða bodnir út til orkufeløg at leita eftir olju og gassi, teirra millum nógvir framvið føroyska markinum.

Reyðu økini eru tey, har nýggju loyvini skulu latast
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta var væntandi. Eingin olju- og gassleiting hevur verið á bretska landgrunninum síðani 2020. Vanliga eru útbjóðingar annars á hvørjum ári. Bretska stjórnin undir leiðslu av nýggja forsætisráðharranum Liz Truss gjørdi straks eftir, at hon varð vald fyri stuttum, av at hon fór at geva loyvi til leiting eftir olju og gassi skjótast tilbar.

Hetta verður gjørt av fleiri orsøkum. Ein er at geva orkufeløgunum møguleika at gera nýggjar íløgur í olju- og gassvirksemi í Norðsjónum. Ein onnur er at verja bretsku orkutrygdina, sum í dag er hótt av m.a. krígnum í Ukraina.

Og enn ein orsøk er at gera Bretland sjálvsveitandi við olju og gassi í 2040 og tá eisini gera landið til útflytara av orku.

[object Object]

Fríggjadagin kunngjørdi so bretski orkumyndugleikin “the North Sea Transition Authority” (NSTA), at tilsamans 900 teigar standa opnir til olju- og gassleiting. Roknað verður við, at tað fara at verða latin umleið 100 nýggj leitiloyvi. Umsóknarfreistin er 12. januar og verða loyvini latin á vári 2023.

Ein stórur partur av nýggju leitiloyvunum er eystan fyri Føroyar, ella í einum øki bretar kalla West of Shetland (WOS).

Loyvini liggja tá millum Hetland og føroyska markið. Sambært korti yvir loyvini, so liggja tey m.a. allan vegin framvið føroyska markinum úr suðuri og heilt norður um Føroyar.

[object Object]

Um somu tíð sum leitiútbjóðingin verður kunngjørd, hevur Lærdi Háskúlin í Aberdeen givið út frágreiðing um framtíðar olju- og gassvirksemi á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar.

Har verður víst á, at enn eru góðir møguleikar at finna olju og gass í økjum, sum liggja tætt upp at føroyska markiðinum, eitt nú millum tær báðar stóru olju- og gasskeldurnar, Rosebank og Cambo. Kanningar vísa, at her finnast stór øki, har lítil ella eingin leiting hevur verið. Nýggja seismiskar kanningar vísa eisini, at tað finnast áhugaverd leitimið í hesum økinum, og her verður fyrst og fremst hugsað um gass men eisini um olju.

Í kanningini verður staðfest, at skal bretska stjórnin megna at gera Bretland óheft at innflutari orku frá 2040 og entá útflyta orku, tá er tað fyrst og fremst økið millum Hetland og Føroyar, sum ljós eigur at verða varpað á.

[object Object]Kanning, sum er gjørd á Universitetinum í Aberdeen, vísir, at økini millum keldurnar Cambo og Rosebank, eru als ikki kannað nóg væl og kunnu tey goyma stórar nøgdir av olju og gassi. 

Bretsku orkumyndugleikarnir leggja stóran dent á at fáa orkufeløg at skunda undir útbygging av møguligum fundum, tí Bretland hevur tørv á meiri olju og gassi.

Roknað verður við, at til ber at stytta tíðina frá tí, at eitt fund er gjørt,  til framleiðsla kann byrja munandi skjótari í mun til fyrr. Hildið verður, at tað kunnu ganga upp til fimm ár frá tí, at ein olju- og gasskelda er funnin til framleiðsla kann byrja. Og kanska entá minni.

[object Object]

Olju- og gassøkini á Atlantsmótinum, millum Hetland og Føroyar. Bretska stjórnin setir nú ferð á nýggja leiting, tí roknað verður við, at nógv olja og gass goymir seg í undirgrundini, eitt nú framvið føroyska markinum. 

Partur av útbjóðingini er eisini, at hon byggir á grøna orkuskiftið, soleiðis at útlátið av CO2 verður minkað mest møguligt, hetta m.a. gjøgnum elektrifisering av pallum saman við framleiðslu av eitt nú vetni við orku frá m.a. havvindmyllum. Eisini hevur fangan og goymsla av CO2 stóra raðfesting í framtíðar olju- og gassverkætlanunum. Samanumtikið fer hon so eisini at tryggja mongu arbeiðsplássini í vinnuni.

Tey økini, sum nú eru vorðin partur av 33. leitiútbjóðingini í Bretlandi, hava myndugleikarnir valt út saman við orkufeløgum, sum hava víst á, hvørji øki á bretska landgrunninum hava teirra serstaka áhuga. Og sum sæst og skilst, so eru tað m.a. øki, sum liggja eystan fyri Føroyar, ið eftir øllum at døma hava stóran áhuga hjá feløgunum eisini.

Í dag fevnir olja og gass um tveir triðingar at orkutørvinum í Bretlandi, og sjálvt um eftirspurningurin eftir fossilum brennievnum fer at minka sum frálíðir, so fer tað kortini at verða stórur tørvur á olju og gassi í mong ártíggju aftrat sigur bretski orkumyndugleikin.

[object Object]Bretski orkuráðharrin Jacob Rees-Mogg vil eins og bæði forsætisráðharrin og fíggjarmálaráðharrarnir skunda undir olju- og gassleiting í Norðsjónum. Nú er tað stigið tikið.

Í eini viðmerking til nýggju leitingina sigur bretski orkumálaráðharrin Jacob Rees-Mogg m.a., at tað er gleðiligt, at tað nú er komið hartil, at leitingin eftir olju og gass kann byrja aftur av álvara. Hann sigur, at alt skal gerast fyri at fáa leitingina at eydnast, nú Bretland hevur sett sær fyri at minka og seinni sleppa av við innlutta orku, sum eisini er nógv meira dálkandi.

Hvussu verða so hesi tíðindini um nýggja leiting beint eystan fyri markið móttikin her hjá okkum? Tað fara vit helst at hoyra meira til. Men støðan er so tann, at nógv orkufeløg fara um ikki so langa tíð at brúka nógvan pening og orku til tess at finna nýggjar olju- og gassleiðir eitt nú við markið, har tað longu eru gjørd stór olju- og gassfund, sum helst verða útbygd í næstu framtíð. 

At verandi fund so sum Cambo og Rosebank eftir øllum at døma verða útbygd m.a. til tess at verja orkutrygdina Í Bretlandi fer at hava við sær nýtt infrakervi nær við føroyskt økið. Aftrat hesum vil ein komandi leiting uttan iva føra til, at uppaftur fleiri fund verða gjørd við markið og harvið verður infrakervið bara tað størri. Tað kann merkja, at smærri fund á føroyskum øki kunnu gerast meira lønandi, tá tey kunnu binda framleiðsluna í infrakervi hinumegin og haðani flyta olju og gass til Hetlands ella aðrastaðni, um hon tað ikki skal til Føroya. 

Og hetta er nettupp tað, sum Føroyar hava tørv á, vilja føroyingar eins og hetta og undanfarin landsstýri og løgting hava ynskt tað, nevniliga at fáa gongd á olju- og gassleitingina við Føroyar aftur.

Mongu møguligu útbyggingarnar beint hinumegin markið fara at gera tað lættari og hugaligari hjá útlendskum orkufeløgum at fara undir aftur leiting og seinni framleiðslu føroysku megin markið. 

Sum gongdin er í løtuni er tað helst bara ein spurningur um tíð, til eitt ella fleiri orkufeløg leggja sær leiðina hendavegin eisini.  

Keldur: Energy Voice, North Sea Authority, Financial Times, Upstream og www.nstauthority.co.uk


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2022

51 Leygardagur 08. oktober 2022

Heimaverjan á varðhaldi við norsk gassvirkir

Eftir herverkið á Nordstream 1 og 2 hevur Noreg hækkað hóttanarstøðið og kalla fleiri fólk inn at ansa eftir

Styrkt varðhald er við norsku gassverkini (Mynd: NRK)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fleiri túsund fólk frá norsku heimaverjuni eru tilkallað, nú norska stjórnin hevur hækkað hóttanarstøðið sum avleiðing av yvirganginum á gassleiðingarnar Nord Stream 1 og 2 í farnu viku.

Tað skrivar norska kringvarpið, NRK.

Heimaverjan skal brúkast til at standa á varðhaldi í fleiri havnum og støðum á landi, sum hava týdning fyri almenna infrakervið, serliga gassverk.

- Vit hava fingið til uppgávu at hjálpa løgregluni at tryggja infrakervið. Tað er ein týðandi uppgáva, har vit skulu hjálpa til við at standa á varðhaldi og vera sjónlig á støðum av týdningi, sigur Terje Male, sum er økisovasti fyri norsku heimaverjuna í útsynningspartinum av landinum.

Økta varðhaldið verður í 19 havnum framvið norsku suður-vestur strondini. Skip, ið koma til hesar havnir skulu rokna við nógv meira eftirliti og tað kan eisini henda at avgreiðslur verða seinkaðar.

Talan er serliga um havnir, har størri gassverk eru, eitt nú í nærhendis Aukra norðan fyri Ålesund, Mongstad norðan fyri Bergen, Kollsnes út fyri Bergen og Kårstø við Stavanger.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2022

52 Leygardagur 08. oktober 2022

Týskland letur nú uppaftur kolaorkuverk

Tørvurin á gassi hevur fingið týskar orkufyritøkur at lata upp aftur kolaorkuverk

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í Evropa verður nú roynt at finna nýggjar útvegir fyri at nøkta eftirspurningin eftir orku, nú veitingarnar av m.a. gassi úr Russlandi eru minkaðar niður í nærum einki. Hetta sæst nú aftur í Týsklandi, har fleiri fyritøkur hava gjørt av at lata uppaftur kolaorkuverk fyri at kunna nøkta eftirspurningin eftir orku skrivar e24.no. Her er m.a. talan um framleiðsluna í Neurath og Niederaussem, har brúkt verður brúnkol til orkuframleiðsluna. 

Týskland hevur annars fyrr samtykt at steðga kolaorkuverkum innan 2038. Men avgerðin hjá Russlandi at gera innrás í Ukraina hevur havt við sær orkumangul í Evropa og methøgar orkuprísir, og tað fær nú Týskland til at endurskoða sína orkuveiting. 

Orkufyritøkan RWE gjørdi av at stongja kolaorkuverk í mars men legði dent á, at verkini skulu vera klár til at lata uppaftur, um orkumangul krevur tað. Orkufyritøkan Uniper varð herfyri keypt upp av týska statinum fyri at forða fyri konkursi. Fyritøkan hevur gjørt greitt, at hon fer at lata upp aftur kolaorkuverk verður tað neyðugt. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2022

53 Leygardagur 08. oktober 2022

Løgmanssteypið: Endurtøka av finaluni í 2016

KÍ og Víkingur spældu seg í steypafinaluna hjá monnum, sum verður á Tórsvølli 29. oktober

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verða KÍ og Víkingur, sum bresta saman í finaluni um løgmanssteypið á Tórsvølli 29. oktober.

Hetta gjørdist greitt mikukvøld, tá KÍ vann trivaligan 4-0 sigur á 07 Vestur við Djúpumýru og Víkingur vann 1-0 móti HB á Tórsvølli.

Spenningur var undan seinnu hálvfinalunum í kvøld, tí báðar tær fyrru endaðu 2-2. Hóast fimm bussar við rópandi 07 Vestur-áskoðarum, megnaðu vágamenn einki at gera við meistararnar inni á vøllinum. KÍ var á odda 2-0 í steðginum.

Í Havn var meira spenningur. Víkingsáskoðararnir vóru eisini mælskir og fingu tað, teir komu eftir. Andreas Lava Olsen setti bóltin í HB-málið við høvdinum í 39. minutti og fleiri mál komu ikki.

Finalan um løgmanssteypið verður sostatt ein endurtøka av finaluni í 2016. Tá stóð á jøvnum 1-1 eftir 90 minuttir, og eftir brotssparkskapping vann KÍ 5-3.

HB - Víkingur 0-1 (0-1)
39' Andreas Lava Olsen 0-1

KÍ - 07 Vestur 4-0 (2-0)
28' Jóannes Bjartalíð 1-0
37' René Shaki Joensen 2-0
56' Jákup Biskopstø Andreasen 3-0
77' Páll Andrasson Klettskarð 4-0

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Vágafólk møttu fjølment at stuðla sínum liði í Klaksvík (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

[object Object]
(Mynd:Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2022

54 Leygardagur 08. oktober 2022

Toftamenn avstað við øllum á Tórsvølli

Kærkomin stig hjá B68, sum nú liggur væl fyri í botnstríðnum

(Mynd: Tv.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farna vika var ein góð vika hjá B68. Fríggjadagin staðfesti Yvirkærunevndin avgerðina hjá aganevndini, og harvið halda toftamenn fast við skriviborðsstigini frá dystinum móti B36.

Og sunnudagin vann B68 óvæntað 2-1 móti HB. Havnarmenn høvdu annars við sigri møguleika at koma fram um Víking á stigatalvuni, men tóku ikki av.

HB hevði bóltin í B68-málinum í tveimum førum tíðliga í fyrra hálvleiki, men málini vóru ikki viðurkend. Eftir gott B68-spæl í 28. minutti fekk Esmar Clementsen fótin á bóltin og legði toftamenn á odda.

Øssur Dalbúð javnaði fyri HB eftir hornaspark beint fyri steðgin. Í seinna hálvleiki hevði HB nógvar møguleikar at leggja seg á odda, men tað vóru toftamenn sum vildu tað meira.

Kviki Boubacar Sidik Dabo rann frá HB-verjuni í 74. minutti og setti bóltin í netið.

HB trýsti seinastu løtuna, og bólturin brast í fleiri førum á stongina, men inn vildi hann ikki.

B68 vann 2-1 og leikararnir ovurfegnir. Hetta hevur við sær, at B68 rýkur framum hinar kappingarneytarnar og kemur upp á 24 stig.

HB - B68 1-2 (1-1)
28’ Esmar Clemetnsen 0-1
45’ Øssur Dalbúð 1-1
73’ Boubaar Sidik Dabo 1-2

NSÍ - KÍ 0-3 (0-0)
60’ Heini Vatnsdal 0-1
74’ Valerijs Sabala 0-2
82’ Árni Frederiksberg 0-3

B36 - Víkingur 0-0


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2022

55 Leygardagur 08. oktober 2022

AB vann seg upp um niðurflytingarstrikuna

Við 2-0 sigri móti Skála, hava argjamenn vunnið sær trý týdningarmikil stig í dystinum um niðurflyting

Teitur Debes Olsen legði AB á odda í fyrra hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinnapartin mánadagin vann AB 2-0 á Skála. Dysturin skuldi verið spældur sunnudagin, men varð útsettur vegna vánalig líkindi.

Við sigrinum mánadagin kunnu argjafólk av álvara fegnast, tí hetta vóru týdningarmikil stig at fáa í botnstríðnum. Sigurin hevur við sær, at AB kemur upp á 24 stig, og fer av níggjunda plássi og niðurflyting upp á sjeynda pláss.

Skála sat á dystinum frá byrjan, men megnaði ikki at skora uppá sínar møguleikar. Men sum fráleið tók AB yvir, og legði seg á odda í 39. minutti við máli frá Teiti Debes Olsen. Í seinna hálvleiki helt sama gongdin fram, og aftaná góðan tíma økti Thomas Kirkeby Junge til 2-0.

Skálamenn royndu at trýsta aftaná 2-0-málið, men tað eydnaðist ikki.

AB - Skála 2-0 (1-0)
39’ Teitur Debes Olsen 1-0
63’ Thomas Kirkeby Junge 2-0

Tveir dystir, sum stóðu á skránni sunnudagin vórðu útsettir. Dysturin á Argjum fór ongantíð í gongd, og avgjørt varð tí at spæla mánadagin ístaðin.

Við Margáir í Streymnesi varð spælt langt út í annan hálvleik áðrenn dómarin tók avgerð um at støðga dystinum, tí tað var ikki spælandi fyri vindi.

Dysturin millum EB/Streym og 07Vestur verður í staðin spældur mikukvøldið 12. oktober.

Støðan Betri deildin

1. KÍ 68 stig (FM-vinnari)
2. Víkingur 51 stig
3. HB 49 stig
4. B36 37 stig
5. EB/Streymur 32 stig*
6. B68 24 stig
7. AB 24 stig
8. 07 Vestur 23 stig*
9. NSÍ 21 stig
10. Skála 9 stig

*Ein dyst færri


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. oktober 2022

56 Leygardagur 08. oktober 2022

- Aftur nú eg?

Annan mánaðin á rað er Jóannes Bjartalíð úr KÍ valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum

Christian Andreasen, FSF forseti, og Jóannes Bjartalíð undan dystinum millum NSÍ og KÍ (Mynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

– Aftur nú eg? Jamen, túsund takk fyri tað! Hetta eri eg sjálvandi glaður fyri. Serliga tá eg hugsi um, hvussu nógvir aðrir góðir spælarar eru í kappingini, og sum heilt avgjørt hava verið eyðsýndir og hava gjørt tað gott seinastu dystirnar.

Soleiðis sigur Jóannes Bjartalíð úr KÍ, sum er valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í september mánað. Landsliðsspælarin fekk eisini hendan heiður í august, og hevur sostatt vunnið tveir mánaðar á rað.

– Hetta hevur sum heild verið eitt gott fótbóltsár. Vit hava vunnið FM, eg havi fingið nógva spælitíð á landsliðnum, og nú er málið at sleppa í steypafinaluna, og helst vinna hana, sigur Jóannes Bjartalíð við heimasíðuna hjá FSF.

Tað eru landsliðsvenjarar og fjølmiðlar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað. Tá talt var saman hesaferð, var rættuliga tætt millum Jóannes Bjartalíð úr KÍ, Pætur Petersen úr HB, Rasmus Nissen úr B36 og Mads Borchers úr 07 Vestur.

Fyri heiðurin sum besti spælari í september, fekk Jóannes Bjartalíð handað eitt gávubræv upp á 1.500 krónur frá EFFO, og eina glasstandmynd, ið er latin av Betri. Tað var forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Christian Andreasen, ið stóð fyri handanini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2022

57 Leygardagur 08. oktober 2022

Tríggir dystir fluttir fram

Keðilig veðurforsøgn sunnudagin fær liðini at framskunda dystir til seinnapartin í dag

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tríggir dystir í Betri deildini hjá monnum, sum skuldu spælast í morgin eru framskundaðir ein dag.

Orsøkin er veðrið, sum ikki sær út til at blíva serliga gott fótbóltsveður sunnudagin.

Tí er botndysturin millum B68 og AB og dysturin millum Skála og EB/Streym fluttir til klokkan 15 leygardagin. Dysturin millum 07 Vestur og B36 er eisini fluttur og verður klokkan 18 leygarkvøldið.

Betri deildin menn 25. umfar

Leygardagin kl. 15: B68 - AB
Leygardagin kl. 15: Skála-EB/Streymur
Leygardagin kl. 18: 07 Vestur - B36
Sunnudagin kl. 15: KÍ-HB
Sunnudagin kl. 15: Víkingur-NSÍ

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2022

58 Leygardagur 08. oktober 2022

Patrick da Silva leingir við KÍ

Brasilsktdanski Patrick da Silva hevur longt sáttmálan við meistararnar til og við 2024

Patrick da Silva her í dysti móti Bodø/Glimt í summar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Patrik da Silva, sum kom til KÍ undan hesum kappingarárinum, heldur fram í felagnum.

Brasilsktdanski vinstri bakkurin hevur longt sáttmálan til og við 2024.

- 27 ára gamli Patrick da Silva hevur tikið stór fet í hesum kappingarárinum. Eftir eina heldur trilvandi byrjan hevur Patrick ment seg hetta kappingarárið til at vera bestur á sínum plássi. Serliga eru tað Champions League og Conference League avrikini, sum hava víst, at vit eiga besta vinstra bakk í landinum, skrivar KÍ á heimasíðuni.

Patrick hevur áður umboðað feløg sum Brøndby, FC Nordsjælland og Lyngby.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2022

59 Leygardagur 08. oktober 2022

Føroyar í finaluni í Baltic Cup

Føroysku kvinnurnar komu afturum 2-1 móti Lettlandi men reistu seg aftur. Heidi Sevdal, Rúna Jacobsen og Ásla Johannesen skoraðu málini. Finala er a skránni í Estlandi sunnudagin

Heidi Sevdal, Rúna Jacobsen og Ásla Johannesen, ið skoraðu málini hjá Føroyum (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað endaði við einum søtum 3-2 stríðssigri móti Lettlandi.

Soleiðis skrivar Fótbóltssamband Føroya um hálvfinaluna hjá føroysku kvinnunum í Baltic Cup móti Lettlandi í dag. 

Tað var Heidi Sevdal, ið syrgdi fyri einari føroyskari dreymabyrjan, tá hon í triðja minutti skoraði til 1-0, eftir at ein leysur bóltur endaði hjá henni. Hetta var landsliðsmál nummar 23 hjá Heidi.

Tann leiðslan helt sær til steðgin, men áðrenn eitt korter av seinna hálvleiki var farið, hevði Lettland vent dystinum og lagt seg á odda 2-1.

Hesum vendu føroysku kvinnurnar tó við góðum stríðsanda og tveimum málum seinastu løtuna av dystinum. Fyrst var tað Rúna Jacobsen, sum við sínum fyrsta landsliðsmáli, og eftir gott upplegg frá Sannu Svarvadal, javnaði til 2-2.

Um hetta hevði hildið sær, var dysturin farin til bortssparkskapping, men fimm minuttir fyri leiklok skoraði liðskiparin Ásla Johannesen sigursmálið fyri Føroyar eftir eina góða umstilling.

Við sigrinum hava kvinnurnar tryggjað sær pláss í finaluni í Baltic Cup. Í hinum innleiåðandi dystinum vann Estland 4-1 móti Litava. Føroyar og Estland skulu sostatt spæla finaluna í Baltic Cup, sum verður sunnudagin kl. 17 føroyska tíð.

[object Object]Hesar byrjaðu inni móti Lettlandi (Mynd: FSF)

Føroyar: 

Óluva Allansdóttir Joensen - Ása Stóra Carlsen, Birita Ryan og Sarita Maria Mittfoss, Ásla Johannesen - Mona Rasmusdóttir, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Sanna Svarvadal, Heidi Sevdal - Lea Lisberg og Tóru Mohr.

Rúna Jacobsen, Rebekka Fjalsá Benbakoura, Maria á Lakjuni og Olga Kristina Hansen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2022

60 Leygardagur 08. oktober 2022

KÍ og HB í steypafinaluna

Við 3-1 sigri á NSÍ vunnu klaksvíkskvinnur seg í steypafinaluna. Mótstøðulið verður HB, sum í Havn vann í longdari leiktíð

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er greitt, at tað verða KÍ og HB, sum hittast í steypafinaluni hjá kvinnum.

KÍ vann leygardagin 3-1 við Løkin móti NSÍ, og tað var nokk til at vinna samanlagt. NSÍ vann fyrru hálvfinaluna 1-0.

Í Havn var neyðugt við longdari leiktíð. EBS/Skála vann fyrru hálvfinaluna 2-0. Tá 90 minuttir vóru leiktir í Gundadali seinnapartin stóð á jøvnum samanlagt 2-2, og longd leiktíð skuldi til fyri at finna ein vinnara.

Í longdu leiktíðini eydnaðist tað HB at vinna dystin 4-1 og 4-3 samanlagt.

Sverri Egholm tók myndir í Runavík:

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2022

61 Leygardagur 08. oktober 2022

Durita best í september

Úrslitið í atkvøðugreiðsluni hesaferð var púra greitt – Durita Hummeland hjá KÍ var besti spælarin í kvinnudeildini í september

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Undan seinnu hálvfinaluni millum kvinnurnar hjá KÍ og NSÍ, varð besti spælarin í september kosin og heiðrað. Hesaferð var talan um KÍ leikara Duritu Hummeland, sum hevur verið sera væl spælandi seinastu umførini. Margit Joensen frá Klaksvíkar ítróttarfelag handaði Duritu glasstandmyndina frá Betri og gávukortið á 1500 krónur frá EFFO.

NSÍ vann fyrru hálvfinaluna við einum máli móti ongum, og tí var lagt upp til ein spennandi dyst, har oddaliðið undan dystarbyrjan hevði ryggin móti múrinum. Og tíðliga í dystinum gjørdist greitt, at júst Durita Hummeland var væl uppløgd og klár til dyst.

Longu í fimta minutti legði hon KÍ á odda, og eftir at Tóra Mohr løtu seinni hevði økt til 2-0, skoraði Durita eitt mál afturat, tá ið ein góður hálvur tími var spældur. Vinstrabeinti kanstpælarin var sostatt í málhýri í dystinum, sum KÍ endaði við at vinna 3-1. Harvið eru klaksvíkskvinnur klárar til steypafinaluna á Tórsvølli 29. oktober.

Og hóast hon er glað fyri heiðurin sum best í september, so hevði finaluplássið hægstu raðfesting í dag, sigur Durita Hummeland.

– Eg eri sjálvandi glað fyri at vinna heiðurin, men tað hevur enn størri týdning fyri meg, at vit sum lið stóðu okkum væl í dag, og at vit nú kunnu síggja fram til at spæla steypafinalu, sigur Durita Hummeland.

Í finaluni skulu tær spæla móti HB, sum vann sína hálvfinalu móti EBS/Skála eftir longda leiktíð. Liðini bæði vunnu hvør sína hálvfinalu 2-0, og tí mátti longd leiktíð til í Gundadali í dag. Her gjørdi HB bart og endaði við at vinna seinnu hálvfinaluna 4-1.

Steypafinalan 2022 verður sostatt millum HB og KÍ, og hon verður spæld á Tórsvølli leygardagin 29. oktober kl. 15.

[object Object]
Durita Hummeland og Margit Joensen á vøllinum við Løkin (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2022

62 Leygardagur 08. oktober 2022

HB endurvann Cadburysteypið

Leygardagin vóru tvær steypafinalur spældar á Tórsvølli. HB vann Cadburysteypið, meðan B36 fór avstað við Blaðberasteypinum

U15-dreingirnir hjá HB fegnast um 2-0 sigurin á Víkingi í finaluni um Cadburysteypið (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aftur farna leygardagin var Tórsvøllur karmur um tvær steypafinalur í yngru deildunum. Hesaferð vóru tað U15 og U17 dreingir, ið kappaðust um ávikavist Cadburysteypið og Blaðberasteypið.

Við hvør sínum máli í finaluni um Cadburysteypið, syrgdu Jákup Egholm og Dávid Reynheim fyri, at steypið verður standandi í HB-húsinum í øllum føri í eitt ár afturat. Í finaluni møttu teir reyð-svørtu Víkingi, og eftir málleysan fyrra hálvleik, bleiv dysturin meir ella minni avgjørdur tíðliga í seinna hálvleiki.

Fýra minuttir eftir hvíldina legði Jákup Egholm HB á odda, og lítla løtu seinni økti Dávid Reynheim, ið eisini bleiv kosin til dagsins leikara, til 2-0.

Í finaluni um Blaðberasteypið fór B36 avstað við sigrinum og steypinum. Árstalsfelagið vann 3-0 á 07 Vestur, eftir 1-0 leiðslu í steðginum.

Mattias Hellisdal skoraði til 1-0, Tobias Hansen økti til 2-0, áðrenn Mattias Hellisdal, ið eisini bleiv valdur til besta spælara í finaluni, aftur gjørdi um seg, og við einum framúr fluktara slerdi 3-0 sigurin fastan.

Skráin fyri steypafinalurnar, sum eru eftir at spæla

Mikudagin 19. oktober
Kl. 18: KÍ – Skála (U13 Gentur)

Fríggjadagin 21. oktober
Kl. 18: Skála – FC Hoyvík (U16 Gentur)

Leygardagin 29. oktober
Kl. 15: HB – KÍ (Steypakappingin kvinnur)
Kl. 19: KÍ – Víkingur (Løgmanssteypið)

[object Object]
B36-leikararnir fegnast yvir steypasigurin á 07Vestur (Mynd Jóanis Albert Nielsen / jn.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2022

63 Leygardagur 08. oktober 2022

Jana Mittún í bestu donsku deildina

18 ára gamla Jana Mittún fer at royna seg í Viborg HK komandi ár

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jana Mittún spælir hetta kappingarárið afturat í H71, og síðani fer hon til Viborg HK í bestu donsku hondbóltsdeildini. H71 skrivar á heimasíðuni, at sáttmáli er gjørdur fyri eitt trý ára skeið.

– Tað er dreymurin hjá mær, at sleppa at royna at fara “all-in” sum hondbóltsspælari, sigur hon við heimasíðuna hjá H71.

– Eg fari fyrst og fremst til Danmarkar næsta summar fyri at spæla hondbólt fulla tíð. Um eg so annað ella triðja árið eisini fari at hugsa um onkra útbúgving, kemur tíðina at vísa, tí fyrst og fremst er tað hondbólturin, ið skal roynast, sigur Jana Mittún.

Hon sigur seg skilja á lagnum, at í Viborg er eitt gott umhvørvi uttan fyri hondbóltin, og at nógvir av spælarunum búgva í sama íbúðarblokki, har hon helst eisini fer at búgva, tá ið tann tíð kemur.

– Eg gangi høgt uppí, at tað sosiala er til staðar, tí tað havi eg brúk fyri. Skal eg siga fyri meg, so hevði eg ikki hildið tað verið so stuttligt bara at vant hondbólt og so annars bara at sitið heima, sigur 18 ára gamla Jana, ið varð kosin ársins spælari síðsta kappingarár, eftir at H71 hevði vunnið føroyameistaraheitið.

[object Object]Jana er blivin fastur partur av føroyska landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Byggja nýtt lið upp
Sum sagt, hevur hon skrivað undir ein trý ára sáttmála, so næsta summar, tá ið vit eru komin út í hálvan juli ella har á leið, byrjar hennara nýggja yrkisleið.

– Tá eri eg eisini liðug á Glasir, har eg fyrst geri meg lidna við búskaparbreytina. Mær dámar væl at ganga í skúla og tími væl at gera bæði, men fyrst skal eg finna meg til rættis, tá ið eg komi til Viborg, sigur Jana, ið áður hevur verið eitt ár niðri á ítróttareftirskúla, so tað er ikki púra fremmant fyri hana at vera heimanifrá.

Onkur annar enn Viborg HK hevur eisini spurt seg fyri, men fyri Janu kendist jútska felagið sum ein góður møguleiki, tí tey eru í ferð við at byggja upp av nýggjum, eftir at onkrir av teimum heilt frægu spælarunum eru farnir víðari.

– Eg síggi tað avgjørt sum ein fyrimun at gerast partur av nøkrum, sum verður bygt upp, og í øllum førum eri eg sera spent at sleppa at royna meg sum hondbóltsspælari fulla tíð. Tað er dreymurin hjá mær, at sleppa at royna at fara “all-in” sum hondbóltsspælari, sigur hon.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2022

64 Leygardagur 08. oktober 2022

Hákun toppskjútti í evropeiskum sigri

Landsliðsvongurin skoraði seks mál, tá Skanderborg Aarhus týskvøldið spældi seg í bólkaspælið í EHF European League. Tað rakk ikki til tað sama hjá Óla Mittún og Sävehof

Hákun West av Teigum skal skjótt spæla landsdyst aftur, og vongurin tykist at vera heilt væl fyri (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hákun West av Teigum tykist væl upplagdir, nú fyrstu dystirnir í undankappingini EM 2024 nærkast. Hetta er ógvuliga jaligt fyri føroyska landsliðið, og hansara avrik týskvøldið gjørdist avgerandi fyri Skanderborg Aarhus og evroepisku lagnu tess.

Liðið úr Jútlandi hevði vunnið fyrra play-off dystin, ið var í Svøríki í síðstu viku, við einum málið, og týskvøldið eydnaðist aftur at vinna tættan dyst móti Kristianstad. 

Heimaliðið var á odda 18-17 í steðginum og vann 35-33. Hákun West av Teigum skoraði seks mál. Føroyski høgri vongurin sleppur harvið at spæla í bólkaspælinum í European League, ið er næststørsta evropeiska kappingin fyri lið hjá EHF.

Sävehof ov stutt

Sävehof var í bólkaspælinum har í fjør og kom eisini víðari, men tapti í áttandapartsfinaluni. Hesaferð varð play-off umfarið endastøðin hjá svensku meistarunum.

Tað at Elias Ellefsen á Skipagøtu er skaddur ávirkar helst nógv; systkinabarnið Óli Mittún spældi við í dystinum móti franska stórliðnum Montepellier, og skoraði Óli tvey mál í Fraklandi týskvøldið, tá Sävehof tapti við fýra málum.

Tað endaði við javnleiki í Partille í síðstu viku, tá fleiri franskir landsliðsleikarar vitjaðu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2022

65 Leygardagur 08. oktober 2022

Rennibreytin tikin í nýtslu

Farna leygardag var móttøka í sambandi við, at rennibreytin og nýggja ítróttarøkið á Másheyggi í Klaksvík varð tikið í nýtslu

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir horntónar frá Klaksvíkar Hornorkestri, helt Karl H. Johansen, borgarstjóri, røðu og takkaði mongu eldsálunum handan hesa verkætlan – tá serliga Guttorm Sørensen, sum setti sær stór mál og var ein rennibreyt í Klaksvík ein sjálvfylgja í hansara hugaheimi.

Spakin bleiv settur í verkætlanin í oktober í 2018, og hevur verkætlanin sostatt tikið fimm ár at fremja.

Umboð fyri ítróttafelagið Treysti, Óluva Fuglø, tók rørd í móti lyklinum, sum borgarstjórin handaði henni, til rennibreytina og húsini, ið knýta seg til vøllin.

Hallur Holm vegna FÍF - Frælsur Ítróttur Føroya, segði nøkur væl vald orð og var týðiliga rørdur, tí hetta var ein stór løta – eisini í minnunum um Gutta, sála, sum í hansara og so mongum eygum var ein eldsál, ið slóðaði fyri, at vøllurin nú kann verða tikin í nýtslu.

Síðani spældi Klaksvíkar Hornorkestur eitt lag, áðrenn eitt Merkisband var klippt av borgarstjóranum, sum tekin um, at nú er vøllurin tøkur fyri almenninginum.

Eftir hetta runnu tvey umboð fyri Treysti, Rebekka Fuglø og Jan Elmar Sørensen eina rundu um vøllin, og seinastu 100 m rann elsti aktivi rennarin, Sámal Júst Ziska Dahl, eisini við.

Rennibreytin var síðani opin fyri almenninginum, og vóru tey mong, sum nýttu høvið at taka eina rundu.

Myndir: Klaksvíkar kommuna

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. oktober 2022

66 Leygardagur 08. oktober 2022

Fitness: Gekk ikki sum ætlað

Elisabet Vang endaði á 9. plássið av 12 í fitnesskapping í USA

(Mynd: Elisabet Vang / Instagram)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Elisabeth Vang luttók farna vikuskiftið í altjóða IFBB Pro kapping í Virginia í USA. 

Hetta var fyrsta kappingin hjá 24 ára gomlu havnargentuni í ár, og tað gekk ikki akkurát sum ætlað, skrivaði hon á Instagram, tá drúgva heimferðin er byrjaði.

- Níggjunda pláss út av 12. Eg sigi tað sum tað er, og tað geri eg eisini hesaferð. Eg hevði ætlað at komið víðari. Eri eg skuffað? Ja, men eg kann ikki gremja meg. At tapa til betri vakstrarlag er rættvíst og í ordan, skrivar Elisabet Vang millum annað.

Hon greiðir frá, at afturmeldingar vóru frá dómarunum, og nú er tíð at fara í arbeiðshandskarnar við meira tíð í venjingarhølunum.

Elisabet Vang vann í fjør kappingina Bikini Overall Pro Qualifier í Noregi, og harvið heitið sum pro atlet og at kappast millum tey bestu.

Hetta var triðja kappingin hjá henni í IFBB Pro League.

[object Object]
(Mynd: Finnur Justinussen Leit.fo / Elisabet Vang / Instagram)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2022

67 Leygardagur 08. oktober 2022

Luitjen tapti finaluna

Endaliga úrslitið var, at hann gjørdist nummar trý av tíggju telvarum í einstaklingakappingini fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa

(Savnsmynd: jn.fo)
SkrivaÐ:

Innsent

16 ára gamli føroyski telvarin, Luitjen Akselsson Apol, fekk frálíkt úrslit í EM-einstaklingakappingini fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa suðuri í Liktinstein.

Endaliga úrslitið var, at hann gjørdist nummar trý av tíggju telvarum. Hann var styrkismettur sum nummar seks. Undan seinasta umfari stóð á jøvnum millum Luitjen og favorittin, 19 ára gamla Henderson de la Fuente Lance, úr Andorra. Men finaludystin teirra millum vann spanski stórmeistarin, sum umboðar Andorra.

Tað bar í sær, at hin stórmeistarin í kappingini, 62 ára gamli veteranurin, Igor Efimov, sum upprunaliga er ættaður úr Georgia í Sovjetsamveldinum, og sum hevur verið italskur meistari tvær ferðir, og nú fleirfaldur meistari í Monako, smeyg sær fram um okkara mann, og endaði nummar tvey. Luitjen vann annars talvið teirra millum.

Fyri góða úrslitið í Liktinstein forvinnur Luitjen 102 ratingstig. Hann fer tí upp á 2215, og av 16. plássi fram á 7. pláss á føroyska styrkilistanum.

Hetta var fjórða einstaklingakappingin millum telvarar úr smátjóðum í Evropa. Okkara stórmeistari, Helgi Dam Ziska, vann fyrstu tvær kappingarnar. Hin triðja var telvað í koronutíð umvegis netið. Tá sat hvør maður í sínum heimlandi. Tá stóð á jøvnum millum Helga Dam Ziska og svenska stórmeistaran Michael Wiedenkeller, sum umboðar Luksemburg, har hann hevur búð og arbeitt í fleiri ár. Eftir fínteljing varð Wiedenkeller vinnari.

Kappingarnar fyri landslið úr teimum tíggju smátjóðununum í Evropa hava Føroyar vunnið flestar.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. oktober 2022

68 Leygardagur 08. oktober 2022

Dart: Føroyar fingu sera góð úrslit til EM í Spania

Menninir endaðu samanlagt nummar 16 av 41, ið er frammanfyri millum annað Danmark Týskland og vertstjóðina, og Jan Mcintosh kom heilt til fjórðingsfinaluna, og fekk besta miðaltalið í kappingini. Kvinnurnar stóðu seg betri enn væntað, og serliga Beinta Joensen gjørdi bart

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðst í september kappaðust føroysku dartlandsliðini í Gandia í Spania, har EM var á skránni. Úrstlini vóru tey bestu, ið føroysk lið og einstaklingar hava fingið til slíka kapping.

41 manslandslið vórðu umboðað, og samanlagt endaðu menninir nummar 16, og var hetta frammanfyri millum annað vertsjóðina, Italia, Týskland og Danmark. 

Mest merkisvert vóru úrslitini hjá Una Árting og Jan Mcintosh úr Havnar Dartfelag, sum í tvímansleiki millum annað vunnu á einum sterkum skotskum pari ávegis til at koma í topp-16 - tað rakk tó ikki til pláss í fjórðingsfinaluni, tí kroatar vóru sterkir - og tað at Jan Mcintosh sló slovena, kroata, týskara, kekka og onglending út á veg til fjórðingsfinaluna.

Í spennandi áttandapartsfinaluni móti Scott Williams hevði Jan eitt miðaltal (eitt snitt) á 103.9, og hetta var hægsta miðaltal í allari kappingini.

Í fjórðingsfinaluni gjørdist Jan Mcintosh ov stuttur móti finska Teemu Harju, ið endaði kappingina við silvurheiðursmerki, men tað at hava ein føroying í topp-átta og samanlagt at enda í topp 16 má metast at vera stórt avrik.

[object Object]Uni Árting og Jan Mcintosh úr Havnar Dartfelag eftir kapping í Føroyum

Tað varð ikki so nógv væntað av kvinnulandsliðnum, men samanlagt endaði tað við einum 25. plássi. 34 lond vóru umboðaði á kvinnusíðuni.

Tað var Beinta Joensen úr Klaksvík, sum hevur verið einaráðandi í føroyskum kvinnudart seinastu árini, ið vann allarflestu stigini. Hon vann 4-0 á mótstøðu úr fyrst Guernsey og síðani Bulgaria, áðrenn spanska stjørnuskotið Almuden Fajardo gjørdist ein ov stórur biti. Beinta endaði tó í topp-32 í einmansleiki.

Kelda: Dartsamband Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2022

69 Leygardagur 08. oktober 2022

Trý føroysk met sett um vikuskiftið

Asta Egilstoft Nielsen kappaðist í olympiskari vektlyfting og setti trý føroysk met

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farna vikuskiftið bleiv kappast í olympiskari vektlyfting, og trý føroysk met vórðu sett. Asta Egilstoft Nielsen, sum til dagligt venur hjá Styrkifelagnum Stoyt, megnaði at seta trý føroysk met og fáa seks av seks lyftum góðkend. 

Asta økti tað føroyska metið í trekk frá 33 til 47 kilo, vend og stoyt frá 61 til 62 kilo og harvið økti hon tað samlaða úrsliti frá 80 til heili 109 kilo. 

Venjari í Styrkifelagnum Stoyt, Pól Hendrikur Andreasen, er nøgdur við úrsliti. Pól leggur avtrat, at málið hjá teimum er at náa væl longri enn tey 108 kg sum Asta fekk um vikuskifti. Venjarin heldur, at tað skuldi latið seg gjørt at fáa Astu klára til norðurlandska meistaraheitið komandi ár. Kravið til hesa kappingina er ein tveykampur uppá umleið 140 kilo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. oktober 2022

70 Leygardagur 08. oktober 2022

Konfirmantar í Vesturkirkjuni sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin verður konfirmatión í Vesturkirkjuni í Havn. Prestur er Bergur D. Joensen.

Konfirmantarnir eru hesir

Anna Maria Isfeldt Nesá, Sigmundargøta 30. Dagurin hildin í Skúlaheiminum við Maknagilsvegin, frá kl. 17.

Dávid Fríði Eyðunsson, Maritugøta 45, Hoyvík, frá kl. 17.

Elian Sisay Heinesen, J. Nolsøesgøta 13. Dagurin hildin í hølunum hjá Kiwanis, Jøkulstræti 4, frá kl. 17.

Eyðfinn Markus Johansen Dam, Dalavegur 33, frá kl. 16.

Fróði Havmand, Argjaboðagøta 22 c, Argir. Dagurin hildin á Landavegnum 92, frá kl. 15.

Heini Sólheim Guttesen, Oman Viðarlund 4. Dagurin hildin í húsinum hjá Odd Fellow, Grønlandsvegur 56, frá kl. 16.

Helena Norðoy Poulsen, Orknoyavegur 11. Dagurin hildin í húsinum hjá Deyvafelagnum, Íslandsvegur 10 B, frá kl. 17.

Ingrid í Stórustovu, Grønalíð 13, frá kl. 16.

Jóhan Hendrik Lamain í Horni, á Frælsinum 25, frá kl. 17.

Jónas Lauritzarson í Króki, V.U. Hammershaimbsgøta 38. Dagurin hildin í Róðrarneystinum á Argjum frá kl. 17.

Tummas Lauritzarson í Króki, V.U. Hammershaimbsgøta 38. Dagurin hildin í Róðrarneystinum á Argjum frá kl. 17.

Jutta Helena Laksá, Fjalstún 2. Dagurin hildin hjá Januar á Óðinshædd 13, frá kl. 17.

Lýðar í Líð, Ravnsoyarvegur 3, frá kl. 15.

Norah Eldevig, Suðuroyavegur 5. Dagurin hildin í Losjuni, Tinghúsvegur 18, frá kl. 17.

Óli Magnus Langgaard, Dalastígur 5, frá kl. 16.

Ronja Johannessen, Havragerði 1A. Dagurin hildin í felagshúsinum í Stóragerði, frá kl. 17.

Rókur í Dali Guttesen, Landavegur 46 A, frá kl. 16.

Sanita Danielsen, Varðabú 11 A. Dagurin hildin á Karlamagnussarbreyt 1 C, Hoyvík, frá kl. 15.

Tinna Pauladóttir, Reynsgøta 19, Argir, frá kl. 16.

Villiam Øssur Salberg Høgnason, Lykkjugerð 3. Dagurin hildin í Missiónshúsinum í Kollafirði frá kl. 15.

William Kruse Dam, Skotarók 3. Dagurin hildin í Føroya Arbeiðarafelag, Tjarnadeild 9, frá kl. 14.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2022

71 Leygardagur 08. oktober 2022

Konfirmantar í Argja kirkju sunnudagin

--

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin kl. 11 verður konfirmatión í Arkja kirkju. Prestur er Derhard Jógvansson.

Konfirmantarnir eru hesir:

Aksel Benjaminsson Petersen, við Klingurstjørn 52, ovara hædd. Dagurin verður hildin frá klokkan 14.

Emilia Símunardóttir Kerá, Viðargøta 19. Dagurin verður hildin frá klokkan 15.

Klára Winther Bláberg, Traðargøta 11B.

Kristina Magnussen, Rygsgøta 14. Dagurin verður hildin frá klokkan 18.

Lilja Nikaelsdóttir, Traðagøta 7. Dagurin verður hildin á Formula, Óðinshædd 2, frá klokkan 15.

Lív Neshamar, á Heygnum Mikla 15. Dagurin verður hildin á skúlanum á Trøðni, á Frælsinum 32, frá klokkan 17.

Regin Dam, Viðargøta 29. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.

Ørvur Isfeld, Heiðagøta 15. Dagurin verður hildin í Skúlanum á Fløtum, í lærarastovuni frá klokkan 17.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. oktober 2022

72 Leygardagur 08. oktober 2022

Konfirmantar í Vestmanna kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión verður í Vestmanna kirkju sunnudagin 9. oktober kl. 11. Prestur er Maria Summers Nolsøe.

Hesi verða fermd:

Andrew Rógvason Olsen. Dagurin verður hildin í Silkienni (fyrrverandi Bryggjan), opið hús frá kl. 17

Kristian Magni Bárðarson Djurhuus. Dagurin verður hildin í læknamiðstøðini, opið hús frá kl. 15

Tóri Hjørleifsson. Dagurin verður hildin á Fjallsvegi 32, opið hús frá kl. 17

Markus Magnusson. Dagurin verður hildin í Miðhøllini, opið hús frá kl. 17

Jóan Petur Róason Patursson. Dagurin verður hildin á Flatnavegi 7, opið hús frá kl. 17

Tummas Jákupsson Joensen. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum, opið hús frá kl. 15

Sára Thorleifsson. Dagurin verður hildin á Hornavegi 20, opið hús frá kl. 17

Halla Haldansen. Dagurin verður hildin á Fjalsvegi 30, kl. opið hús frá kl. 15

Ronja Dagfinsdóttir Funn. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum, opið hús frá kl. 15

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2022

73 Leygardagur 08. oktober 2022

Konfirmantar í Havnar kirkju

-

Mynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión verður í Havnar kirkju (Dómkirkjuni) sunnudagin 9. oktober klokkan 11. Prestur er Ann Hermansdóttir.

Konfirmantarnir eru: 

Anna Mohr Holm. Jóannesar Paturssonargøta 5, frá kl. 16

Aron B. Nolsøe. Dýrindalsgøta 9, frá kl. 17

Elin Johnsdóttir. Gundadalsvegur 29, dagurin hildin í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini frá kl. 17

Ella Apollonia Barbarudóttir Nolsøe. Granagøta 6, dagurin hildin í Frelsunarherinum, Niels Winthers gøta 1 frá kl. 17

Emma Marcher Højgaard. Berjabrekka 179, dagurin hildin í Frítíđarskúlanum Sankta Frans frá kl. 17

Glóð í Garði. Gundadalsvegur 30, frá kl. 16

Hanus Heinason. Breiðablik 8B, dagurin hildin í Havnar Handverkarafelag, Stoffalág 60 frá kl. 17

Jónas Brynhildarson Gaard. Stoffalág 40, dagurin hildin í B36 húsinum frá kl. 16

Katrin Streymoy Sahin-Skjalm. Traðarbrekka 7, dagurin hildin í A.C. Evensensgøta 15 frá kl. 17

Katrin Pippa Joensen. Klokkaragøta 20, dagurin hildin millum Gilja 117 frá kl. 15

Krista Møller Heinadóttir. Traðarvegur 1, dagurin hildin í Bátafelagnum á Bryggjubakka 20 frá kl. 15.

Kristin Johannesen. Traðarvegur 16, dagurin hildin í Posthúshjallaranum á Tórsgøtu 8 frá kl. 17

Luca Eyđun Ong Staksberg. Oman Gil 23, frá kl. 17.

Lucia Gjovaraa Sødergren. Varðagøta 25, dagurin hildin í KFUK frá kl. 16

Lukas Guðrunarson Mortensen. Kálvagerði 20, dagurin hildin á Panorama / Hotel Hafnia frá kl. 17

Píl Oyvindardóttir av Skarði. Tróndargøta 12, dagurin hildin á Fróðskaparsetrinum í Jónas Bronksgøtu 26 frá kl. 17

Róar Rúnason. Breiðablik 13, dagurin hildin á Bronks, Jónas Bronksgøta 17 frá kl. 16:30

Silas Jóannisarson Iversen. Spógvavegur 24, dagurin hildin í kjallarinum á Tannlæknamiðstøðini á Óðinshædd 1 frá kl. 16

Talita Simonsen. Rættargøta 1, frá kl. 16

Tita Madsdóttir. Sólteigur 9, frá kl. 17.

Tristan Set Mýrá. Niels Finsensgøta 52, dagurin hildin í Skótahøllini við Havnará frá kl. 15.

Una Frígerð Solbjerg. Baraldsgøtu 15, frá kl. 17.

Valdemar Lützen. Ingibjargargøta 4A, dagurin hildin á Parnassinum, Hotel Hafnia frá kl. 16.30

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. oktober 2022

74 Leygardagur 08. oktober 2022

Konfirmantar í Rituvíkar kirkju

-

Rituvíkar kirkja
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión í Rituvíkar kirkju sunnudagin 9. oktober við Meinhard Bjartalíð, sóknarpresti.

Konfirmantarnir eru:

Kira Marie Nolan, Skipanes

Sarita Gaardlykke, Æðuvík

Maria Petersen, Saltangará

Valbjørg Davidsen, Saltangará

Eyðrit Katrin Leifsdóttir, Rituvík

Ása Pállsdóttir Holm, Rituvík

Poul Sivert Sivertsen, Lamba

Ísakur Oddnason Petersen, Æðuvík

Beinir Holm, Runavík

Pauli Parithakorn Richardsson, Saltangará

Ari Poulsen, Saltangará

Petur Hermann Josef Søholm, Glyvrar

Símun Kjelnæs, Rituvík

Yngvi Lindenskov Samuelsen, Rituvík

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2022

75 Leygardagur 08. oktober 2022

Konfirmatión í Oasuni

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin kl. 11 verður konfirmatión í Fríkirkjuni Oasan í Hoyvík.

Ein drongur verður konfirmeraður:

Elias Ísakur Fonsdal Malaikev- Opið hús verður frá kl. 15 í  Oasuni, Kirkjustræti 4, Hoyvík.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. oktober 2022