Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 03. desember 2022 | Nr. 49 | Árgangur 3 | Kr. 0,00

Myllurnar á Gellingarkletti settar í sving

SíÐa 2

1 Leygardagur 03. desember 2022

Góðan lesihug og gott løgtingsval

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Gott val

Skjótt fáa vit at vita hvørji skulu sita í nýggja løgtinginum, og harvið fáa æruna at stýra og lóggeva landinum hesi komandi fýra árini.

Avgerðin fellur um fimm dagar. Spenningurin er stórur. Arbeitt verður hart fyri at fáa tær seinastu atkvøðurnar upp á pláss áðrenn slagið skal standa.

Hvør hevur klárað seg væl? Hvør mann fara at vera valdur? Verður hann afturvaldur? Hvussu nógvar atkvøður mann hon fara at fáa? Spekulasjónirnar eru mangar, tí ongantíð verður tosað so nógv um politikk, sum tá val er útskrivað. Gott hevði verið, um hesar røddir eisini lótu hoyra frá sær millum valini. Um ikki annað fyri at minna tey valdu á, hvat tað var, sum tey lovaðu undan valinum...

Eitt gott er við valinum heima hjá okkum. Tað er ongin frammanundan, sum ivast í úrslitinum. Tað er ongin leiðandi politikari, sum undan valinum boðar frá, at um viðkomandi ikki vinnur, so er ikki rætt farið fram. Ella – í ringasta føri – øsir fólk sítt til at leypa á lógevandi tingið fyri at forða tí ógvuliga týðandi demokratisku tilgongdini, sum tað er at loyva tí framat, sum meirilutin av fólkinum hevur litið valdið upp í hendur.

Vit kunnu fegnast um, at slíkur ólátaskapur ikki finst um okkara leiðir. At vit hava størstu virðing fyri fólkaræðinum.

Tey 33 fólkini, sum verða vald á ting hósdagin – og vónandi verður talið millum kynini javnari býtt enn í núverandi setu – hava øll heiðurin uppibornan, og vit eiga at ynskja teimum til lukku og fegnast við teimum óansæð um vit eru samd ella ósamd politiskt.

Men meðan valskipanin soleiðis verður róst, so eru lýti í okkara skipan.

Og tað er okkara givni rættur, sum tryggjar, at valið er loyniligt. At tað ikki er møguligt at finna útav, hvat hvør einstakur borgari hevur atkvøtt.

Hetta er ikki galdandi í Føroyum. Ikki allastaðni. Trupulleikin er tey smæstu valstøðini.

Tað er ein háðan móti tí einstaka veljaranum, og helst eisini eitt brot á viðtiknar mannarættindasáttmálar, at summir føroyingar ikki sleppa at atkvøða loyniligt. Mann hevur hoyrt um fólk á smáplássum, sum aftra seg við at atkvøða eftir egnari sannføring, tí tað er so lætt at rokna út hvør hevur atkvøtt fyri hvørjum, og hetta kann koma tí einstaka aftur um brekkur.

Tað hava verið royndir at broyta føroysku valskipanina soleiðis, at tey smáu valstøðini ikki verða uppgjørd hvørt sær og úrslitið varpað út til almenningin. Tosað hevur verið um, at tað skuldi vera minst 100 veljarar á einum valstaði fyri at tað varð mett nóg stórt, at anonymiteturin hjá einstaka veljaranum kundi varðveitast.

Ein tingmaður, ið dúgliga spurdi um hetta fyri nøkrum árum síðani, varð síðan valdur at taka sær av málsøkinum í landsstýrinum, men hann megnaði eftir øllum at døma ikki at gera nakað við hendan trupulleikan ta tíð hann sat í sessinum. Tíverri.

Gamaní er tað ein ávís sjarma í at hoyra valúrslitini úr Elduvík, Dali og Hellunum tíðliga á valkvøldinum, fyri síðan at hoyra hvat sokallaðu valserfrøðingarnir kunnu fáa burtur úr tí, hóast hesi úrslit bert umboða promillur av samlaða valúrslitinum.

Men hetta er ikki virðiligt móti teimum tandrunum, teimum menniskjunum, sum hava sett hesar krossarnar.

Tá hetta er sagt, so kunnu valstøð eisini blíva so stór, at støddin gerst ein meinbogi fyri valinum, tí tað er so trupult at koma framat. Slíkt eigur heldur ikki at koma fyri.

Tí má skipast fyri, áðrenn kommunuvalið um tvey ár, at triðstørsta búpláss í landinum, Hoyvík, fær sítt egna valstað.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2631

    Lisnar síður: 8915

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 03. desember 2022

Myllurnar á Gellingarkletti settar í sving

Vindmyllurnar við einum veingjaspenni á 117 metrar myna væl í grøna landsroknskapinum, tí tær geva eina lækking á 20.000 tons av tungolju um árið – svarandi til 62.000 tons av koltvísúrni

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í gjár var væl vitjað móttøka við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum oman fyri Havnina, har Spf. Vindrøkt og orkufelagið Effo høvdu bjóðað áhugaðum at vera við, tá løgmaður ‘officielt’ setti gongd á tær seks risastóru Vestas-vindmyllurnar, sum eru settar upp og síggjast langa leið í klárum veðri.

[object Object]Løgmaður trýsti á knøtti, ið setur framleiðsluna í gongd (Mynd: Sveri Egholm)

Sambært Effo megnar henda nýggja vindmyllulundin at framleiða tað, sum svarar til alla vatnorkuframleiðsluna í løtuni, og er sostatt enn eitt risafet fram á grønu leiðini við tað at hesar stóru myllurnar framleiða 25 prosent at samlaðu orkunýtsluni í Føroyum.

Hvør mylla er 92 metrar høg og vigar 450.000 kilo. Hvør vongur er 57,5 metrar langur, og veingjaspennið sostatt 117 metrar.

Árliga framleiðslan frá Gellingakletti verður 100 gigawatt-tímar, sum – sambært Effo – gevur eina lækking á 20.000 tons av tungolju um árið, svarandi til eina minking á 62.000 tons koltvísúrni um árið.

[object Object]Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt, her saman við fráfarandi og komandi stjóra í Effo: Janus Thomsen til vinstru og Gunnar Nielsen til høgru

Byggja battaríhøll á Sundi

Fyri at gagnnýta henda nógva máttin, sum nú verður latin Sev at leiða víðari til brúkaran, skal Sev eisini gera nakrar tillagingar.

Tí hevur Sev júst reist eina høll á Sundi, sum skal hýsa battaríum og synkronkompensatori. Talan er um ta fyrstsu av fleiri hallum, sum skulu til fyri at hýsa neyðugari stabiliserandi tøkni fyri betur at kunna gagnnýta vindorkuframleiðsluna í meginøkinum.

Fyri at kunna fáa ein størri part av vindorkuni í meginøkinum til høldar, er neyðugt við eyka útgerð. Skipanin í Suðuroy við battaríum og synkronkompensatori hevur roynst so mikið væl, at Sev tí longu er farið undir eina líknandi skipan í meginøkinum.

Skipanin, ið nú verður sett upp á Sundi, er tvífalt so stór sum tann í Suðuroy. Hóast tað, er hon bert umleið ein fjórðing av tí kapasiteti, sum tørvur væntandi er á, um megnøkið, eins og Suðuroyggin, skal kunna koyra við vindorku burturav, tá vindviðurskiftini tala fyri tí.

Tí er hetta bert tann fyrsta av umleið trimum líknandi installatiónum, ið skulu setast upp í meginøkinum komandi árini.

Yvirskipaða endamálið við battarískipanum og synkronkompensatorum er at fáa til vega neyðugar skipanarberandi veitingar, sum í dag koma frá oljuriknu verkunum og vatnorkverkunum, herundir ’rullandi’ eykamátt, reguleringsevni, kortslutningseffekt og inerti.

- Hetta er fyrsta stig á leiðini til at fáa meiri vindorku til høldar í meginøkinum, og eitt týðandi stig á grønu kósini; tí tá skipanin er fult útbygd, kunnu vit í meginøkinum til tíðir steðga oljuverkunum, og koyra við vindorku burturav, sigur Høgni Hansen, verkætlanarleiðari hjá Sev.

Nýggja høllin er góðar 700 fermetrar til støddar, og verður innilokað í næstum. Battarískipan og synkronkompensator koma til landið fyrst í komandi ári, og kaðallegging og aðrar tøkniligar fyrireikingar taka á leið hálvt ár. Væntandi verður skipanin á Sundi klár at seta í rakstur í heyst, skrivar heimasíðan hjá Sev.

[object Object]Nýggja battaríhøllin á Sundi (Mynd: Sev)

Magn og Lív í næstum

Umframt lundina á Gellingakletti, sum Spf. Vindrøkt og Effo hava bygt, skal Sev í næstum eisini brynja seg til at taka ímóti orku frá vindmyllunum, sum orkufelagið Magn saman við Lív-samtakinum seta upp í Flatnahaganum nærhendis, og sum væntandi byrja at framleiða í nýggja árinum.

Myllurnar, sum Magn og Lív seta upp eru av slagnum Enercon. Talan er um seks vindmyllur, sum tilsamans hava ein mátt, ið er mettur til 66 gigawatttímar, svarandi til elnýtsluna hjá útvið 13.000 húsarhaldum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2022

3 Leygardagur 03. desember 2022

Fokus á familjuna og kristnað grundarstøðið

Valskráin hjá Miðflokkinum snýr seg í stóran mun um umstøðurnar hjá familjum, samstundis sum kristna grundarstøðið hjá flokkinum sæst aftur í ígjøgnum alla valskránna

Jenis av Rana legði valskránna hjá Miðflokkinum fram saman við Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Jógvan Jákupsson

Farna mánada legði Miðflokkurin sína valskrá fram í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum og kunngjørdi samstundis valevni. Sostatt hava allir flokkar kunngjørt sínar valskráir til løgtingsvalið 8. desembur.

Fyri tey, sum kenna føroyskan politikk, er innihaldið í valskránni ikki til at fara skeivur av; hesa skránna eigur Miðflokkurin. Hóast valskráin onga prentaða yvirskrift hevur, so tók Jenis av Rana, floksformaður, saman um valskránna og segði flokkin vilja mynda einar betri og tryggari Føroyar. Í tí sambandi minti hann eisini á, at Miðflokkurin byggir á kristna grundarstøðið.

Fyrsta punkt snýr seg um familju, skatt og avgjøld. Har verður m.a. lagt upp til, at ávísar gerandisvørur gerast bíligari, at skattaskipanin verður skipað av nýggjum, at kommunur kunnu vera við til at veita lættar til trongstødd. Føroyska samfelagið skal vera trygt frá gitnaði til natúrligan deyða. Bill Justinussen, tingmaður, viðgongur, at flokkurin ikki veit, hvussu nógv ið tey tiltøkini fara at kosta.

Bíbliusitat og Provita
Steffan Klein Poulsen greiddi frá einum punkti í valskránni um hjúnalagið og børn. Teksturin í valskránni byrjar við einum bíbliusitati, har nakað stendur um, at guð skapti mann og kvinnu. Tað er í samband við, at kynsskifti er eitt mál, sum mann í Miðflokkinum heldur fer at vera aktuelt.

Víst varð til, at løgtingið í 1982 var samt um, at óhóskandi bløð í handlum skuldu aftur um diskin. Nú eigur okkurt at verða gjørt fyri at verja børn og ung fyri óhóskandi tilfari á internetinum, so sum harðskapi, porni og øðrum.

Víst varð eisini til nakrar myndir hjá Føroya Provita, sum vórðu settar upp í rúminum. Orðaða endamálið hjá Provita er "at verja lív, frá gitnaði til nattúrligan deyða". Miðflokkurin tekur undir við endamálinum og brúkti neyvt somu orðing á tíðindafundinum.

Í tilfarinum eru hartil ein røð av hashtøggum prentað, sum ongan iva lata vera um, hvønn flokk, ið talan er um. #kristinvirðir #tryggarføroyar #óføddabarnið #familjan #maðurogkvinna #hjúnabandið fyri bara at nevna nøkur.

Progressivur vinnuskattur
Miðflokkurin finst at galdandi skipan, har ið tilfeingisgjøld liggja á ávísum fyritøkum og ikki øðrum. Heldur skulu allar fyritøkur gjalda skattir eftir somu fortreytum, soleiðis at skattur verður goldin av yvirskotinum.

Tó vil mann saman við vinnuni kanna, hvussu ein progressiv skattaskipan kann gerast fyri føroysku vinnuna.

Skúli, mentan og uttanríkispolitikkur
Í Íslandi hevur mann sett serligan barna- og skúlamálaráðharra við góðum úrsliti. Miðflokkurin ynskir at gera tað sama í Føroyum. Víst varð eisini til arbeiði við at dagføra fólkaskúlalógina, sum ikki var liðugt, tá ið val varð útskrivað.

Viðvíkjandi uttanríkismálum sigur Miðflokkurin seg fegnast um, at mann hevur megnað at snara Føroya kós móti vestri. Umframt føroysku sendistovuna í Ísrael ynskir flokkurin skjótt at lata eina sendistovu upp í Washington.

Valevni:
Aksel Kambsskarð Berg,
Ólavur í Geil,
Rósa Tyril Gaardlykke,
Frank Jacobsen,
Jann Johannesen,
Bill Justinussen,
Bjørg av Rana Nitschke,
Hanna Ólavsdóttir,
Jórun Pólsdóttir,
Steffan Klein Poulsen,
Jenis av Rana,
Palma Sámalsdóttir Rasmussen,
Rani Andrasson Skaalum,
Terje B. Vestergaard

Herundir er listi frá framløgunum hjá hinum flokkunum:

Fólkaflokkurin

Sambandsflokkurin

Javnaðarflokkurin

Sjálvstýri

Tjóðveldi

Framsókn


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2022

4 Leygardagur 03. desember 2022

Hildu jarnbrúdleyp á Boðanesheiminum

Sanna og Henning Mortensen kundu í gjár halda 70 ára brúdleypsdag

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Jarnbrúdleyp eru sjáldsom av teirri einføldu orsøk, at hjún skulu hava verið gift í 70 ár, fyri at halda jarnbrúdleyp. Sanna og Henning Mortensen eru fødd í ávíkavist 1930 og í 1927. Í gjár varð jarnbrúdleyp hátíðarhildið á Boðanesheiminum í Havn.

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, vitjaði inn á gólvið at heilsa uppá tey bæði og ynskja teimum tillukku.

Henning og Sanna koma úr ávikavist Famjin og Sandvík, men hava búð á Argjum tað mesta av lívsleið teirra. Henning kom upprunaliga til Havnar fyri at læra til skipstimbrara á Tórshavnar skipasmiðju.

Sanna fór til Havnar fyri at matgera fyri arbeiðsmonnunum, og her rann saman millum tey bæði, kundi borgarstjórin avdúka í røðu síni, sum kann lesast á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. Har eru eisini fleiri myndir at síggja.

Tey fingu fimm børn: Elsu, Sigrid, Tórhild, Petru og Finleif.

Jarnbrúdleypið varð hildið á Boðanesheiminum, har Sanna er millum búfólkini, og Henning trúliga vitjar hvønn dag. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2022

5

Størv

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024
6 Leygardagur 03. desember 2022

Norðlýsi á himmalhválvinum

Nógvar myndir vórðu tiknar av glampandi norðlýsi, sum vit kundu uppliva á himmalhválvinum mánakvøldið

Hoyvík (Mynd: Majken Hvítklett)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Portalurin heitti mánakvøldið á lesarar sínar um at senda myndir inn av norðlýsinum, sum kundi upplivast á himmalhválvinum hetta kvøldið.

Her eru nakrar av nógvu myndunum, ið vórðu sendar inn

[object Object]
Runavík (Mynd: Høgni Petersen)

[object Object]
Í Glyvradali (Mynd: Elita Witt)

[object Object]
Millum Gilja, Hoyvík (Mynd: Katrin Joensen)

[object Object]
Oyndarfjørður (Myndir: Jóhan Vest)

[object Object]
Viðareiði (Mynd: Markus Mikkelsen)

[object Object]
Hvalba (Mynd: Jónleyg J. Bech)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2022

7 Leygardagur 03. desember 2022

Bergtóra takkaði fyri seg eftir 35 ár á føroyskum veingjum

Tá flogfarið hjá Atlantsflogi kom heim úr Íslandi mánadagin, var tað seinasti túrur hjá Bergtóru Nielsen, sum hevur flogið við síðan byrjanina

(Mynd: Atlantsflog)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

“Hon er ímynd av tí fjálga og heimliga. Hon hevur tign og myndugleika. Men mest av øllum er Bergtóra bara Bergtóra. Vit kenna andlitið, og vit kenna eisini heilsanina í hátalaranum eftir lending í Føroyum: “Góðu ferðafólk, vælkomin heim”. Hesa fjálgu orðing, sum sermerkir okkara flogfelag, eigur Bergtóra. Og ferðafólk í hópatali hava nú í næstan 35 ár kent seg bæði trygg og heima umborð hjá Bergtóru️”.

Soleiðis skrivar Atlantsflog um Bergtóru Nielsen, forternu, sum mánadagin takkaði fyri seg eftir sløk 35 ár á føroyskum veingjum.

Bergtóra, sum nú er farin frá fyri aldur, hevur verið við frá allarfyrsta túri í mars 1988. Í næstan 20 ár starvaðist hon sum kabinuovasti, so hon hevur lært hundraðtals flogternur upp gjøgnum ár og dag, og góðu virðini, Bergtóra hevur lagt eftir seg, eru framvegis ein hornasteinur undir tænastuni umborð.

Tað var ein rørandi løta, tá starvsfelagir og familja tóku ímóti við fløggum og heiðursportri á flogvøllinum eftir hennara seinastu ferð sum flogterna.

Myndir: Atlantsflog

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2022

8 Leygardagur 03. desember 2022

Hagstovan: Færri gistingar í oktober

Í oktober vóru 1.200 færri gistnætur á føroysku gistingarhúsunum enn sama mánaði í fjør, men innskrivingarnar vóru fleiri enn sama tíðarskeið í fjør

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í oktober vóru slakar 15.300 gistinætur á føroysku gistingarhúsunum, ið eru knappar 1.200 færri enn tað var sama mánað í fjør.

Flestu gistingarnar eru í høvuðsstaðarøkinum, og í oktober vóru 93 prosent av gistingunum í hesum økinum. Tað er á leið sama býti, sum í oktober í fjør, skrivar Hagstovan.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Tá koronufarsóttin herjaði, vóru ferðafólkini færri, og føroyingar høvdu størstapartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í hesum tíðarskeiðnum.

Í oktober áttu danir 40 prosent av gistináttunum, og útlendsk ferðafólk úr øðrum londum enn Danmark áttu 33 prosent, meðan føroyingar eisini áttu 33 prosent av gistináttunum. Hetta er eisini sama býti sum í oktober í fjør.

Innskrivingarnar vóru stívliga 6.700 í oktober, ið er trý prosent fleiri enn í oktober í fjør. Innskrivingarnar vísa talið á ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.

Verður hugt at tølunum higartil í ár, sæst at gistingarnar eru 35 prosent fleiri, og at innskrivingarnar eru 34 prosent fleiri í mun til sama tíðarskeið í fjør, skrivar Hagstovan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2022

9 Leygardagur 03. desember 2022

Arvaligar sjúkur avlisnar í føroysku genunum

FarGen við nýggjari skrá við føroyskum íleguvariantum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eitt av endamálunum við FarGen 1 (2016-2018) var at menna eitt føroyskt tilvísingargenom, sum vísir miðal ílegusamansetingina hjá føroyingum.

Í nýggjari vísindaligari grein í tíðarritinum, European Journal of Human Genetics, verður ein skrá nú løgd fram, sum vísir títtleikan av ymsum íleguvariantum í Føroyum, og er hetta eitt stórt stig á leiðini at menna føroyska tilvísingargenomið. Skráin byggir á ílegudátur (heil-exom) hjá 465 tilvildarliga valdum luttakarum í FarGen 1, og tilsamans eru funnir 148.267 íleguvariantar.

Samlaðu dáturnar eru farnar gjøgnum nógvar filtreringar, og at enda er komið fram til 19 íleguvariantar við lutfalsliga høgum títtleika, sum verða flokkaðir sum antin sjúkuelvandi ella sannlíkt sjúkuelvandi.

Við nýggju skránni kunnu vit sostatt fáa ábendingar um títtleikan av ávísum sjúkum í Føroyum, men til ber eisini at fáa gagnliga vitan um, hvussu nógv fólk eru berarar av møguligum sjúkuelvandi íleguvariantum. Fleiri av hesum 19 variantunum eru longu væl kendir um okkara leiðir og verða settir í samband við monogenetiskar sjúkur so sum CTD og cystiska fibrosu, sum eru lutfalsliga vanligar í Føroyum, eins og SUCLA2 (føroyasjúkan) sambært dátunum eisini hevur nógv hægri títtleiki hjá okkum enn aðrastaðni.

Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari fyri FarGen, sigur, at úrslitini eru áhugaverd.

- Úrslitini kunnu brúkast læknafrøðiliga til eitt nú møguliga at kunna staðfesta, um ávísir íleguvariantar eru sjúkuelvandi ella ikki. Nakrir av teimum íleguvariantunum, sum sambært okkara kanningum hava lutfalsliga høgan títtleika í Føroyum, hava aðrastaðni verið settir í samband við sjúkur. Kortini síggja vit ikki, at hesar sjúkur er so vanligar her hjá okkum, og tað er í sjálvum sær rættiliga áhugavert.

Noomi leggur afturat, at enn eru vit á byrjanarstigi, og tølini eru ikki so stór, men tað kundi avgjørt verið viðkomandi at farið undir nærri kanningar, sum kunnu ávísa týdningin av hesum variantunum.

Kanningarúrslitini stuðla annars undir áður framdar kanningar og staðfesta, at føroyingar eru at rokna sum ein ílegufrøðiliga avbyrgd búfjøld (populatión). Innanhýsis í búfjøldini síggjast eisini ávísir tendensir til undirbólkingar, alt eftir hvaðani luttakararnir eru ættaðir.

Tað er Ólavur Mortensen, sum hevur staðið fyri bioinformatiska arbeiðinum við fígging frá Granskingarráðnum, og saman við restini av FarGen-toyminum kunnger hann nú nøkur av kanningarúrslitunum í greinini ”FarGen: Elucidating the distribution of coding variants in the isolated population of the Faroe Islands”. Greinin kann lesast í fullari longd her: www.nature.com/articles/s41431-022-01227-2

FarGen 1 útvegaði 1.541 luttakarar í tíðarskeiðnum 2016-2018, og endamálið var at menna ein pall til føroyska genomgransking umframt eitt føroyskt tilvísingargenom. Í vár varð farið undir næsta stig av verkætlanini, FarGen 2, sum letur upp fyri fleiri luttakarum, samstundis sum grundarlagið verður víðkað munandi við fleiri kanningum. Meira fæst at vita á www.fargen.fo  

Tíðindaskriv frá FarGen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2022

10 Leygardagur 03. desember 2022

Føroyska Amplexa Genetics vann ársins Gazelle virðisløn hjá Børsen

Ein Gazelle er eitt felag, sum hevur víst á ein støðugan vøkstur á meira enn 100 prosent seinastu trý árini

Brøðurnir Hans Atli Dahl og Johan Dahl (Mynd: Johan Dahl / Facebook)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farpay og Posta Logistics hava áður vunnið virðislønina, og nú er enn ein føroysk fyritøka, sum ger seg galdandi.

Í gjárkvøldið varð føroyska felagið í Danmark, Amplexa Genetics A/S, heiðra sum Gazelle vinnarar fyri Region Syddanmark. 

Ein Gazella er eitt felag, sum hevur víst ein støðugan vøkstur á meira enn 100 prosent, seinastu trý árini. Amplexa Genetics gjørdist vinnari við einum vøkstri á 2.635 prosent. Tað er danska vinnutíðarritið Børsen, sum útnevnir vinnararnar út frá ársroknskapunum.

Johan Dahl, nevndarformaður í Amplexa Genetics, og Hans Atli Dahl, stjóri, tóku móti virðislønini, ið gjørdist ein bronsu Gazelle frá Børsen.

Amplexa Genetics varð stovnað í 2006 av Hans Atla Dahl, Johan Dahl og Klaus Brusgaard, við fígging frá Føroyagrunninum. Føroyagrunnurin er enn millum størstu eigarar í felagnum.

Talan er um eina hátøkniliga ílegustarvsstova, við 15 starvsfólkum í Odense. Felagið hevur spesialiserað seg í ílegukanningum innan ymisk øki, eitt nú epilepsi og gitnaðararvafrøði. Meðan koronafarsóttin herjaði, settið felagið eisini kanningarloysnir upp í Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Stockholm, Rotterdam og IJmuiden í Niðurlondum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2022

11 Leygardagur 03. desember 2022

Løgreglan ávarar um phishing-álop á Facebook

- Trýstið ikki á leinkjurnar um tit fáa eini slík boð, ljóðar ávaringin

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyska løgreglan fekk í vikuni eina fráboðan um, at fleiri borgarar vórðu útsettir fyri sokallaðum 'phishing'-álopi á Facebook.

Borgararnir sóu eitt uppslag, ið var skrivað á føroyskum, har ein verður biðin at venda sær til 112, um ein hevur upplýsingar um eitt ferðsluóhapp (Sí mynd).

[object Object]

Við at trýsta á leinkjuna verður ein biðin um at rita inn á Facebook av nýggjum. Við hesum fáa teldusníkarnir innritanarupplýsingar og broyta loyniorðið til Facebook.

Leinkjan er mest sannlíkt umsett til føroyskt við Microsoft Translator. Tað sæst við at tað er ”/” (framskák) í tekstinum.

Føroya Politi vil tí staðiliga heita á øll, um at ikki trýsta á leinkjuna ella aðrar líknandi leinkjur, har ein verður biðin at rita inn á Facebook av nýggjum.

Um tú hevur trýst á leinkjuna og hevur skrivað tínar innritinarupplýsingar, skalt tú skjótast gjørligt broyta loyniorðið hjá tær. Um teldusníkarnir longu hava broytt títt loyniorð og sostatt læst teg úti av kontuni, kanst tú royna at brúka ”gloymt loyniorð” funkuna.

Fyri at tryggja tínar kontur á bestan hátt verður mælt til at virkja ”Tvey-Faktor”. Sí annars heimasíðuna hjá KT-trygd, ið hevur góð ráð til hvussu ein tryggjar seg á bestan hátt ímóti álopum frá teldusníkum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2022

12
Leygardagur 03. desember 2022

Malan skrivað bachelor ritgerð um vill rognkelsi

Ritgerðin hjá Maluni, sum hon vardi 23. november, eitur “Vistskipanir í fjøruni við og uttan rognkelsi” – í verkætlanini hevur Malan kannað 16 ymiskar fjørur fyri at vita hvat lív var at finna, og hvørt rognkelsi livdu har

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Malan Joensen, lesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya, vardi 23. november, bachelor ritgerð sína, sum eitur “Vistskipanir í fjøruni við og uttan rognkelsi”, og gekk verjan væl.

Í verkætlanini hevur Malan kannað 16 ymiskar fjørur fyri at vita hvat lív var at finna, og hvørt rognkelsi livdu har. Kanningarnar vórðu gjørdar árið runt og kring alt landið. Høvuðsniðurstøðurnar frá ritgerðini vóru, at fyri at rognkelsi skulu trívast, má tari við passaligari flatu vera tøkur at sita á. Hetta er til dømis sukurtari og tarablað. Somuleiðis ber til at finna smá rognkelsi har skúvtari er til staðar, meðan størri rognkelsi eru ikki, har skúvtari er. Ongin greiður samanhangur var ímillum onnur djórasløg, sum liva í taranum, og rognkelsi.

– Vitanin, sum er komin burturúr hesi verkætlan er týðandi, tá metast skal um grundleggjandi tørv og liviumstøður hjá rognkelsi. Hetta er vitan sum kann nýtast í arbeiðinum at skilja og betra um liviumstøður hjá rognkelsi, sum verða brúkt í alivinnuni, sigur Ása Johannesen, granskari í fiskaatferð og fiskavælferð.

Vegleiðarar vóru Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, og Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini. Próvdómari var Kirstin Eliasen, granskari á Fiskaaling.

Fiskaaling

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2022

13 Leygardagur 03. desember 2022

Nýggi miðilin Frihedsbrevet.fo í luftini

Tvær høvuðssøgur, sum snúgva seg um stórt vinningsbýti umframt útblaking hjá Nærabergi, kundu lesast á fyrsta útgávudegnum, hósdagin

Jan Lamhauge, Barbara Holm og Rólant Waag Dam manna redaktiónina hjá Frihedsbrevet.fo
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

1. desember klokkan 15 lat nýggi miðilin Frihedsbrevet.fo upp. Á síðuni ber tí nú til at tekna hald og lesa fyrstu greinarnar og hoyra fyrsta podvarpið. 

Fyrsti dagurin snúði  seg um fiskivinnuna. Tvær høvuðssøgur vóru at finna á nýggja miðlinum. 

Onnur snýr seg um, at meðan Pf. Næraberg í Føroyum ongantíð hevur sæð út til at tjena stórvegis pengar, og higartil ongantíð hevur rindað vinningsbýtið, rindaði Næraberg Holding umleið 140 milliónir krónur í vinningsbýtið í 2016 og umleið 135 milliónir í fjør til Niðurlond. Hetta hevur Frihedsbrevet.fo funnið útav við at fylgja pengunum og eigaraskapinum av feløgunum, sum hollendsku P&P eiga í. 

Hin søgan snýr seg um skipaða útblaking umborð á Føroya størsta fiskiskipi í nógv ár, Nærabergi. Frihedsbrevet.fo hevur í longri tíð gravað í virkseminum umborð á Nærabergi, og hevur funnið prógv fyri, at skipað útblaking var umborð á skipinum, sum bleiv selt í fjør.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2022

14 Leygardagur 03. desember 2022

19 ára gamal fimm mánaða fongsulsrevsing

Eystari landsrættur herdi í vikuni dómin hjá einum 19 áa gomlum manni. Hann er dømdur fyri tríggjar harðskapstilburðir

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein 19 ára gamal maður var í Eystara Landsrætti hósdagin dømdur fimm mánaða fongsulsrevsing fyri tríggjar harðskapstilburðir, sum vóru framdir í tíðarskeiðnum frá mars til juni í ár.

Hesum boðar løgreglan frá.

Revsingin er lutvíst treytaleys, og maðurin skal tí inn at sita í tveir mánaðir. Tríggir mánaðir eru treytaðir við m.a. kravi um samfelagstænastu.

Maðurin var fyrr í ár dømdur í Føroya Rætti. Føroya Rættur setti revsingina at vera fýra mánaða fongsulsrevsing, harav ein mánaður var treytaleysur.

Av tí at maðurin var dømdur fyri tríggjar harðskapstilburðir, har tann eini tilburðurin var fevndur av §245 í revsilógini um grovan harðskap, kærdi ákæruvaldið málið við kravi um, at revsingin skuldi herðast.

Fríggjadagin var málið fyri í Eystari Landsrætti, sum tók undir við ákæruvaldinum í, at revsingin skuldi herðast. Rætturin legði m.a. dent á, at tann dømdi hevði framt harðskap tríggjar ferðir innan fyri eitt stutt tíðarskeið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2022

15
Leygardagur 03. desember 2022

Sandoy Seafood hevur ikki barentshavstosk fyri neyðini

- Tað harmar meg, at Sandoy Seafood skal brúkast sum kúbein at rættvísgera russlandssáttmálan, sigur eigarin av virkinum. Fíggjarleiðarin segði annars fyrr í vikuni, at tað hevði verið ein katastrofa fyri virkið, um avtala ikki varð gjørd

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eigarin av Sandoy Seafood, Ole Nattestad, heldur ikki, at tað hevði verið ein vanlukka, um nýggj fiskivinnuavtalan ikki varð gjørd við Russland. Hann er sostatt ósamdur við útsøgnini hjá Hedvig Winther, fíggjarleiðara í Sandoy Seafood.

80 prosent av tí, sum Sandoy Seafood virkar, er frystur toskur, og helvtin av tí er frá føroyskum skipum, sum fiska í Barentshavinum.

Hedvig Winther, fíggjarleiðari, segði við útvarpið mánadagin, at tað hevði verið ein katastrofa, um fiskivinnuavtalan ikki var.

Men Ole Nattestad heldur, at fiskurin kundi verið fingin aðrastaðni.

- Hiðani eg siti, havi eg ilt við at fáa eyguni á beint nú, at tað skuldi verið nøkur katastrofa ella vanlukka fyri Sandoy Seafood um ikki russaraavtalan kom upp á pláss. Vit høvdu sjálvandi manglað tann fiskin, ja, men vit eru noydd at hyggja aðrar vegir. Sådan er livet, skrivar Ole Nattestad í støðudagføring á Facebook.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hann harmast um, at Sandoy Seafood verður brúkt í valstríðnum.

- Tað harmar meg almikið, nú tað sýnist sum Sandoy Seafood skal brúkast sum kúbein , ja, kanska jarnbrot, fyri at rættvísgera russlandssáttmálan, og misbrúkast til løgtingsvalið.

- Virkið stendur okkum í 61 milliónum krónum í dag. Eingin króna er lánt, uttan frá mær sjálvum. So enn hava vit ikki neyðurviliga fyri neyðini, at fáa olmussu frá Putin, sum onkur hevur skotið mær í skógvarnar hesar seinastu dagarnar, sigur Ole Nattestad.

Hann hevur onga viðmerking til, um tað var rætt ella skeivt at gera avtalu við russar, men tað var meira katastrofuna sum hann vildi peika á.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2022

16
Leygardagur 03. desember 2022

Fiskiveiðiavtala undirskrivað við Grønland

Vit fáa tosk, kalva og brosmu í grønlendskum sjógvi - grønlendingar fáa sild og svartkjaft í føroyskum sjógvi

(Mynd: Fiskimálaráðið)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar og Grønland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2023.

Føroyska svartkalvakvotan í Eysturgrønlandi hækkar við 100 tonsum, harafturat fáa Føroyar eina kvotu av kalva á 50 tons at brúka sum hjáveiða í toskafiskiskapinum. Føroyska brosmukvotan, sum hevur verið lítið gagnnýtt seinastu árini, lækkar við 100 tonsum.

Grønlendska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi hækkar við 3.800 tonsum, umframt at atgongdin hjá grønlendskum skipum at fiska teirra NEAFC-kvotu av svartkjafti í føroyskum sjógvi hækkar við góðum 3.300 tonsum.

Úrslitið av samráðingunum er sostatt, at føroysk skip í 2023 kunnu fiska tilsamans 2.500 tons av toski í grønlendskum sjógvi við 50 tonsum av kalva sum hjáveiðu. Brosmukvotan verður samanlagt 375 tons. Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi eru 325 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi. Royndarkvotan eftir krabba við Eysturgrønland er 500 tons. Harumframt verður møguleiki hjá føroyskum skipum at luttaka í royndarfiskiskapi eftir toski og øðrum botnfiski og -djórum á teimum norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi.

Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2023 eru 6.500 tons av norðhavssild og 18.500 tons av svartkjafti. Eins og undanfarin ár fær Grønland atgongd at fiska ta kvotu av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað ígjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi. Hetta eru 7.342 tons í 2023.

Samráðingarnar vóru á grønlendsku sendistovuni á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

Tíðindaskriv frá Fiskimálaráðnum 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2022

17
Leygardagur 03. desember 2022

Gamal og góður

Eg trúgvi at framtíð er í hesum skipi, hóast sín høga aldur. Tað er liviligt umborð og manningin hevur støðast væl, sigur skiparin á Núpi, Johan Jacobsen

Símin Høgnesen og Johan Jacobsen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Fá ísfiskalínuskip eru eftir á føroyagrunninum. Eitt teirra er Núpur, sum er bygdur í Noregi í 1960, og harvið er 62 ára gamal. Núpur landaði í Klaksvík í farnu viku. Teir høvdu góð 70.000 pund eftir tíggju døgum. Teir høvdu roynt norðanfyri og meginparturin var hýsa og toskur.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð við jólapakkum. Hann fekk tá eitt stutt prát við skiparan Johan Jacobsen, sum m.a. segði:

- Hóast Núpur, fyrrverandi Klakkur, er elsta stállínuskip á føroyagrunninum, so er hann eitt gott skip og í góðum standi. Ymiskt er gjørt við skipið gjøgnum árini, hann er væl røktur og alt riggar umborð, sigur hann.

- Eg trúgvi at framtíð er í hesum skipi, hóast sín høga aldur. Tað er liviligt umborð og manningin hevur støðast væl. Verður fiskur at fáa, so kann Núpur sigla mong ár afturat, sigur Johan. Hann fær játtandi undirtøku frá stýrimanninum Símin Høgnesen.

[object Object]
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2022

18
Leygardagur 03. desember 2022

Tilmæli frá ICES: Skulu ikki fiska tosk á landgrunninum næstu tvey árini

Toskastovnurin á landsgrunninum hevur verið søguliga lítil eftir 2005 og mett verður, at hann ikki kemur uppum minstamarkið fyrren í 2025. Tó metir ICES, fyri fyrstu ferð síðani 2007, at toskur kann veiðast á Føroyabanka. Veiðan av upsa skal helst eisini minkast niður í eina helvt

Toskur manglar á landgrunninum - hýsustovnurin er tó í vøkstri (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í vikuni nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.

ICES mælir til, at toskur ikki verður fiskaður á landgrunninum næstu tvey árini. Toskastovnurin á landgrunninum hevur verið søguliga lítil eftir 2005. Eftir ein lítlan bata í 2018 og 2019 er gýtingarstovnurin kortini vorðin so lítil, at hann væntandi ikki kemur upp um minstamarkið næstu tvey árini.

Tessvegna er ráðgevingin givin fyri næstu tvey árini og ikki, sum vanligt, á hvørjum ári.

ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2023 kann vera í mesta lagi 11.853 tons. Hetta er ein øking á 37 prosent í mun til tilmælið fyri 2022. Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008 til 2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta mark í 2018 og hevur verið í vøkstri síðan. Nýggjastu framskrivingarnar geva tó ábendingar um, at hesin vøksturin ikki verður so stórur, sum áður hildið.

ICES mælir til, at veiðan av upsa í 2023 kann vera í mesta lagi 17.843 tons. Hetta er ein minking á 52 prosent í mun til tilmælið fyri 2022. Orsøkin er, at upsastovnurin er minni enn áður hildið.

ICES mælir til, at veiðan av toski á Føroyabanka verður í mesta lagi 78 tons um árið næstu tvey árini. Hetta er fyrstu ferð síðan 2007, at tað er mælt til at fiska tosk á Føroyabanka. Toskastovnurin á Føroyabanka hevur síðstu árini verið í vøkstri, og er hetta orsøkin til, at ICES mælir til eina varliga veiðu eftir toski á Føroyabanka.

Tíðindaskriv frá Havstovuni


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2022

19 Leygardagur 03. desember 2022

20 ár síðan Vágatunnilin lat upp

Verður ókeypis at koyra undir Vestmannasund og Leirvíksfjørð alla komandi viku

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygardagin 10. desember eru tað 20 ár síðan Vágatunnilin lat upp fyri ferðslu.

Í hesum sambandi hava tunnilsfeløgini gjørt av, at tað verður frítt at koyra í eina viku í bæði Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Hetta verður galdandi fyri øll akfør í tíðarskeiðnum frá mánamorgni 5. desember kl. 06 til mánamorgunin 12. desember kl. 06.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2022

20 Leygardagur 03. desember 2022

Articon átti lægsta tilboðið til tunnil í Havn

Lægsta tilboðið at gera Húsareynstunnilin er 293 milliónir krónur

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hósdagin var lisitasjón í sambandi við ger av rávegi og tunnli til innkomuvegin í Havn. At talan er um ráveg merkir, at ovasta lagið vantar.

Tá freistin var farin vóru tvey standard tilboð komin inn, umframt tvey alternativ tilboð.

Tilboðið frá J&K Petersen ljóðaði uppá 310.296.671,10 kr

Tilboðið frá Articon ljóðaði uppá 293.055.268,00 kr

Articon hevði harumframt tvey alternativ uppskot, eitt uppá 289 miljónir og eitt uppá 261 miljónir.

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu fer nú saman við ráðgevum at nærlesa innkomnu tilboðini.

Tunnilin verður sum arbeiðsheiti nevndur Húsareynstunnilin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2022

21 Leygardagur 03. desember 2022

Jólamerkjagrunnurin letur stuðul til vælgerandi endamál

Ágóðin frá jólamerkjasøluni fer í ár til Kvinnuhúsið, Spælihetjurnar og áhugabólkin Hjartabarnið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Síðan Posta gav fyrstu jólamerkini út í 1976, er ágóðin av søluni latin sum stuðul til verkætlanir til frama fyri børn og ung í Føroyum. Tað merkir, at hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, fer ágóðin til vælgerandi endamál.

- Posta hevur við Jólamerkjagrunninum í góð 46 ár stuðlað verkætlanum til frama fyri børn og ung í Føroyum. Vit hava tískil hjálpt nógvum børnum og ungum við teimum umleið 16 mió. kr. sum eru latnar gjøgnum árini. Í ár fer stuðulin til børn og familjur teirra, sum á ymsan hátt uppliva mótgongd, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta. 

Kvinnuhúsið
Kvinnurnar, sum gista í Kvinnuhúsinum, eru ofta fíggjarliga sperdar, tá ið tær gista á Kreppumiðstøðini við børnum sínum. Jólamerkjagrunnurin letur Kvinnuhúsinum 50.000 krónur at brúka upp á góðar upplivingar fyri børnini, ið gista í Kvinnuhúsinum, sum hesi børn, hóast stóra mótgongd, kunnu minnast aftur á við gleði.

Spælihetjurnar
Spælihetjurnar stuðla undir aktivt spæl og rørslur hjá teimum umleið 4.500 føroysku børnunum, sum hvørt ár koma framvið á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Jólamerkjagrunnurin letur Spælihetjunum 15.000 krónur í stuðli, so at tey børn, sum koma á Barnadeildina, kunnu spæla og røra seg í góðum umstøðum og við góðari útgerð.

Áhugabólkurin Hjartabarnið
Hjartabarnið, ið er ein ahugabólkur fyri børn, foreldur og avvarðandi hjá hjartabørnum, fær stuðul áljóðandi 8.000 krónur.

Áhugabólkurin skipar hvørt ár fyri ymiskum tiltøkum bæði fyri børn og teirra avvarðandi. Stuðulin verður latin Hjartabarninum, fyri at hjartabørnini og teirra avvarðandi aftur í ár kunnu fáa eina jólagávu frá Hjartabarninum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2022

22 Leygardagur 03. desember 2022

Vágs kommuna lækkar skattin við 0,2 prosentstigum

Fíggjarætlanin fyri 2023 er nú endaliga samtykt

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum mánakvøldið fíggjarætlanina fyri 2023 við aðru viðgerð.

Skattaprosentið fyri 2023 veður lækkað úr 21,50 prosentum til 21,30 prosent, meðan barnafrádrátturin verður tann sami, 6.000 krónur fyri barnið.

Inntøkurnar hjá Vágs Kommunu komandi ár eru mettar til 71,6 milliónir krónur. Rakstrarútreiðslurnar verða 62,5 milliónir, løgurnar 7,9 milliónir og eitt RLÚ á 1,2 milliónir krónur, sum verður til at gjalda niður skuld.

Høvuðstøl í fíggjarætlanini

Skattainntøkurnar hjá Vágs Kommunu eru mettar til 46, 6 milliónir krónur. Eftirlønarskattur er mettur til 16,0 milliónir, DiS, FAS og frádráttir verða 4,1 milliónir meðan partafelagsskatturin er mettur til 3,0 milliónir krónur. Leiguinntøkurnar av ellisheiminum Hamragarð eru 1,8 milliónir krónur. Inntøkurnar eru mettar til at verða góðar 4,3 milliónir krónur hægri í 2023 í mun til 2022. Skattalættin á 0,2 prosentstig kostar á leið eina hálva millión krónur, og Bjarni Johansen borgarstjóri vónar, at hetta vil lætta um hjá borgarum í Vágs Kommunu. Borgarstjórin leggur aftrat, at í fjør var barnafrádrátturin hækkaður við 500 krónum fyri barnið, og tí verður skattaprosentið dagført í ár.

Raksturin av tænastum, sum Vágs kommuna skipar sjálv og í samstarvi við kommunurnar í Suðuroynni, er í 2023 mettur at kosta áleið 61,5 milliónir krónur. Hetta er áleið 2,7 milliónir hægri enn í 2022. Tað er serliga almanna- og heilsumál, børn og ung umframt mentan og frítíð, sum økja um raksturin.

Vágs kommuna fer komandi ár at rinda góðar 3,0 milliónir krónur í skuld. Renturnar eru í 2023 mettar at verða góðar 300.000 krónur.

Raðfestingar í 2023

Vágs kommuna fer í 2023 at gera íløgur fyri 7,85 milliónir krónur.

Fyrr í ár keypti kommunan grannahúsið við barnagarðin Eikilund. Byrja varð at seta húsið í stand beinanvegin og heldur hetta arbeiðið fram í 2023 soleiðis, at húsið kann takast í nýtslu sum skjótast.

Somuleiðis hevur Ungdómshúsið fingið eina dagføring í ár, og heldur tað arbeiði fram í 2023.

Vágs skúli hevur gjøgnum fleiri ár verið raðfestur við dagføringum, og heldur tað arbeiði fram í 2023, har hølisviðurskiftini skulu dagførast.

Tað er av stórum týdningi at kommunurnar og tað almanna ganga undan ísamband við tað gørna orkuskifti, og tí hevur Vágs Kommunua set av hálvaaðru millión krónur til orkuskifti í 2023 har Páls Høll millum annað skal hava eina varandi grøna orkuloysn.

Á tí tekniska økinum er peningur settur at til at gera vegin lidnan í nýggja kirkjugarði, keyp av nýggjari gravmaskinu og til asfaltering, sum er ein týðandi partur av viðlíkahaldinum av vegakervinum í Vágs kommunu.

Á havnaøkinum eru settar 1,5 milliónir til dagføringar av bátahylinum á Oyrunum.

Hildi verður fram at uppraðfesta mentanar- og trivnaðarøki. Tvær milliónir krónur eru settur av til framhald av fiskaplássinum á Løðhamari, sum eftir ætlan skal verða ein miðpallur í Vágs kommunu innan mentanar- og trivnaðarøki, skrivar Bjarni Johansen, borgarstjóri, í skrivi frá Vágs kommunu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2022

23 Leygardagur 03. desember 2022

Skúlin á breddan í fíggjarætlanini

Í fyrsta umfarið eru 700.000 krónur settar av fyri 2023 - hetta serliga fyri at gamla svimjihylin í Vágs skúla til eitt høli, har stór tiltøk kunnu vera. Aulan er ov lítil sum nú er, og skjótt fær skúlin tørv á fleiri floksstovum

Tekninkg av tí, sum skal gerast eitt auditorium. Vágs Skúli hevur í nógv ár verið fyri broytingum, har tað er lagst aftrat av tilboðum í skúlanum. Tað gleðiliga er eisini, at tað legst aftrat við næmingum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vágs Skúli hevur í nógv ár verið fyri broytingum, har tað er lagst aftrat av tilboðum í skúlanum. Tað gleðiliga er eisini, at tað legst aftrat við næmingum.

Í samband við fíggjarætlanina 2023 er samtykt at fara undir at gera gamla svimjihylin til eitt auditorium. Í fyrsta umfarið eru 700.000 krónur settar av fyri 2023.

Tað hevur verið eitt ynski frá leiðsluni í Vágs Skúla í longri tíð, tí aulan, sum bleiv gjørd, tá nýggi skúli bleiv bygdur í 1979, er vorðin ov lítil til skúlan, og tað sum skúlin nú rúmar. Har eru bara 60 sitipláss, og skúlin hevur 230 næmingar, og umleið 30 lærarar.

Við skúlabyrjan í 2024 hevur skúlin brúk fyri fleiri floksstovum, og er hetta liður í, at skúlin kann gera tær broytingar sum skulu til fyri, at fáa nakrar stovur aftrat, tí tað verða fleiri tvísporaðir flokkar.

Skúlin er fyri broytingum, og tí fara okur at gera ein langtíðaætlan fyri skúlan, og tær dagføringar, sum skúlin skal gera tey næstu árini, sigur Levi Mørk formaður í mentanarnevndini hjá Vágs kommuni, ið fegnast um, at gongd endliga kann setast á hesa verkætlanina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2022

24 Leygardagur 03. desember 2022

Sunda kommuna hevur sett 45 milliónir av til íløgur næsta ár

Størsta íløgan er til útstykkingar millum annað á Oyrabakka og til brúnna um Stórá. Ætlanin er, at tær verða fíggjarðar við lántøku upp til 70 milliónir, um tørvur er á tí - rakstraravlopið er mett til 11 milliónir krónur

Inntøkurnar fyri 2023 eru mettar til 95,6 millónir krónur, meðan raksturin fer at liggja á 84,4 milliónum, um tað gongst sum ætlað
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Lunnarnir undir samtyktu fíggjarætlanini vóru lagdir, tá býráðið var samlað á Gjáargarði fríggjadagin 6. oktober og leygardagin 7. oktober. Undan hesum arbeiðsdøgunum høvdu nevndirnar viðgjørt uppskot við framskrivaðum rakstri og umrøtt møguligar raðfestingar.Við Gjógv vóru møguligu rakstrar- og íløguraðfestingar nágreinaðar. Síðani møttist alt býráðið aftur áðrenn 1. og 2. viðgerð at umrøða fíggjarætlanina.

Soleiðis skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari, eftir at fíggjarætlaninin hjá kommununi fyri 2023 er endaliga samtykt. Talan var um eina longri tilgongd, ið nú er komin á mál.

Raksturin - óbroytt skattaprosent og barnafrádráttur

Inntøkurnar fyri 2023 eru mettar til 95,6 millónir krónur, meðan raksturin fer at liggja á 84,4 milliónum, um tað gongst sum ætlað. Hetta seinna talið er 3,8 prosent enn hægri enn tað á fíggjarætlanini fyri 2022. Rakstraravlopið er sostatt 11,2 milliónir krónur.

Aftur í ár eru nakrar raðfestingar á rakstrarsíðuni, ið ikki verða mettar at vera afturvendandi og tí eftir ætlan ikki koma at ávirka raksturin ár eftir ár, skrivar Sunda kommuna.

Í skrivinum verður eisini kunngjørt, at í samtyktu fíggjarætlanini eru skattaprosentið og barnafrádrátturin óbroytt, samstundis sum dagstovnagjøldini verða tey somu sum undanfarin ár.

Íløgur fyri 45 milliónir

Á fíggjarætlanini fyri 2023 eru 45,2 milliónir krónur settar av til løguútreiðslur, meðan mettu íløguinntøkurnar eru fimm miliónnir. Tann størsta einstaka íløgan fyri 2023 er á 22,5 milliónir.

Tað er til útstykkingar, har útstykkingarætlanin á Oyrarbakka er størsti parturin, meðan 12 milliónir krónur eru játtaðar til brúnna um Stórá, ið er farleiðin millum Hvalvík og Streymnes og uppraðfesting av kommunalu vegunum.

- Umframt hesar løgur hevur býráðið játtað pening til m.a. 2. byggistig av kirkjugarðinum í Hósvík, umvælingar á Mørkina, vetrarfriðing, grøna orkuskiftið, vinnu og ferðavinnu, skúlaøkið, trivnaðarøkið og aðrar smærri verkætlanir.

Rakstrar-, løgu- og útlansætlanin (RLÚ) hjá Sunda kommunu í 2023 verður mett til 28,9 millónir, og Sunda kommuna kunnger til seinast, at ætlanin er, at løgurnar verða fíggjarðar við lántøku, so hvørt tørvur er á tí, upp til 70 milliónir krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2022

25 Leygardagur 03. desember 2022

Eiðis kommuna tekur ikki fyri ansing í jólamánaðinum

Skattaprosentið verður tað sama og barnafrádrátturin hækkar við 500 krónum

Korndalsgarður
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Á bygdaráðsfundinum hjá Eiðis kommunu mánakvøldið var fíggjarætlanin fyri komandi ár endaliga samtykt.

Her varð gjørt av at skattaprosentið verður verandi á 18,75, sum er millum lægstu prosentstig í landinum.

Harafturat var avgjørt at hækka barnafrádráttin við 500 krónum upp í 8.000 krónur.

Eisini var bygdaráðið samt um, at fyri desember mánað í ár verður barnagarðsgjaldið strikað. Soleiðis fáa foreldur at børnum í Korndalsgarði, Alduni og Spíranum eina jólagávu frá Eiðis kommunu, skrivar kommunan á heimasíðuni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2022

26 Leygardagur 03. desember 2022

Krevja ikki ansingargjald fyri desember

Vágs kommuna hevur gjørt av, at taka ein mánaða av afturat har barnafamiljur ikki skulu rinda

Tað at hava eitt barn í vøggustovu ella barnagarði fulla tíð, kostar 1.800 krónur um mánaðin (Mynd: vags.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vanliga rinda tey, ið hava børn á stovni í Vágs kommunu, ansingargjald ellivu mánaðir um árið.

Nú er greitt, at tað í ár verður tikin ein eyka mánaður burtur:

- Vágs Kommuna hevur gjørt av, ikki at krevja ansingargjald fyri desembur mánað. Sostatt skulu foreldur at børnum í barnagarðinum, í Sóljuni og í frítíðarskúlanum ikki rindað mánaðarliga ansingargjaldið.

Hetta skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni. 

Eitt yvirlit yvir barnaansingargjøldini hjá kommununi vísur, at kostnaðurin fyri eitt barn ið er fulla tíð í vøggustovu ella barnagarð, er 1.800 krónur um mánaðin. Fyri hálva tíð er tað helmingurin av hesum (900 krónur), og fyri barn í frítíðarskúla er talan um 1.000 krónur fyri hvønn mánað.

Tá fíggjarætlanin mánadagin varð samtykt varð greitt, at barnafrádrátturin verður tann sami í 2023, sum hann hevur verið í ár: 6.000 krónur fyri barni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2022

27 Leygardagur 03. desember 2022

Rakstraravlopið hjá Nes kommunu næsta ár verður níggju milliónir

17,1 milliónir eru settar av til íløgur, og samlað gevur hetta eitt hall á 8,1 millónir krónur. Skattaprosentið og barnafrádrátturin verða óbroytt

Skattaprosentið verður 20,5 prosent, sum er tað sama sum í 2022. Barnafrádrátturin verður 5.500 krónur, sum eisini er tann sami sum í fjør. Fólkatalið í kommununi er støðugt vaksandi
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á bygdaráðsfundi hjá Nes kommunu mánakvøldið varð fíggjarætlanin  fyri 2023 einmælt samtykt.

Skattaprosentið verður 20,5 prosent, sum er tað sama sum í 2022. Barnafrádrátturin verður 5.500 krónur, sum eisini er tann sami sum í fjør.

Samlaðu inntøkurnar verða mettar at verða 72,5 millónir krónur. Rakstrarútreiðslurnar verða mettar til 63,5 millónir. Hetta gevur eitt rakstraravlop á 9,0 milliónir.

17,1 millónir krónur eru settar av til íløgur. Samlað gevur hetta eitt hall á 8,1 mió. kr.

Størsta einstaka íløgan næsta á er til leingjan av grótverjuni í Oyrunum - sjey og ein hálv millión - og beint yvir fimm milliónir skulu nýtast til ítróttaøkið á Svangaskarði.

Afturgjald av skuld verður í 2023 umleið tríggjar millónir krónur.

Samtykt er at afturgjald av skuld verður fíggjað av tøkum peningi. Íløgurnar verður fíggjaðar av rakstraravlopi, tøkum peningi og lántøku á 8 milliónum krónum.

Á barnaansingarøkinum verða ansingargjøldini óbroytt. Frítíðarkortið á 2.000 krónur fyri hvørt barn millum 0-18 ár verður – eins og í 2022 – eisini galdandi í 2023.

Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at vaksa, í dag búgva 1494 fólk í Nes kommunu. Sostatt er fólkavøksturin higartil í ár komin uppá 44 fólk.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2022

28 Leygardagur 03. desember 2022

Vestmanna kommuna setur góðar 13,5 milliónir av til íløgur í 2023

Samlaðu inntøkurnar hjá Vestmanna kommunu eru í 2023 mettar til at vera hægri enn útreiðslurnar

Størsta íløgan er í havnarlagið - skúlin skal eisini undir umvæling. Skattaprosent og barnafrádráttur standa í stað (Mynd: vestmanna.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Á bygdarráðsfundi 23 november samtykti Vestmanna bygdarráð fíggjarætlanina fyri 2023, sum er merkt av stórum íløgum í bátabrúgvar, nýggj gravarpláss og fyrireikingar í samband við at Vestmanna Skúli stendur fyri eini høvuðsumvæling.

Hetta skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðuni.

Greitt er millum annað, at skattaprosentið verður óbroytt, 21,25 prosent, at barnafrádrátturin verður verandi á 5.000 krónum, og at gjaldið fyri barnaansing verður tað sama, umframt at hvør familja framvegis bert rindar stovnsgjald fyri eitt barn.

Samlaðu inntøkurnar fara at liggja um 72 milliónir krónur, harav 52 milliónir eru inntøkur frá skatti. 

Raksturin verður beint oman fyri 40 milliónir krónur, og samlaður útreiðslurnar fara væntandi at liggja um 61,3 milliónir.

Bygdaráðið í Vestmanna boðar frá, at samlað verða 13,5 milliónir nýttar til íløgur, harav tann størsta - 4,5 milliónir - er á havnaøkinum.

Avlopið á 152.000 krónur fer til at gjalda skuld niður. 




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2022

29 Leygardagur 03. desember 2022

Jarnsmiðjan í Hovi reist

Fyrsta stigið í verkætlanini at gera víkingaskip í Hovi er um at vera liðugt

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrsta stigið í stóru verkætlanini at gera víkingaskip í Hovi er við at verða liðugt. 

Felagið Víkingaskipið hevði í undanfarnu viku reisigildi í Hovi. Jarnsmiðjan er reist, og eftir ætlan skal hon standa liðugt áðrenn ársskiftið.

Síðani verður farið víðari til næstu stigini.

Allir seymir til víkingaskipið skulu sláast í smiðjuni í Hovi og málmur er keyptur úr Íslandi til endamálið. Grót verður lagað upp ímóti grundini og yvirtoman klædd við viði. Tað sama verður gjørt innan. 

Eisini verður ein essa gjørd innan eftir gomlum siði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2022

30 Leygardagur 03. desember 2022

Grasagarður latin uppaftur

Nýtt spæliøki er gjørt í Grasagarði í miðbýnum í Havn

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farna leygardag var hugnalig samkoma í Grasagarði í miðbýnum í Havn, nú garðurin er dagførdur og lat uppaftur. Grasagarður hevur fingið nýtt andlit og verður nýttur til spæl, uppihald og gjøgnumgongd.

Heðin Mortensen, borgarstjórin, greiddi frá, at hetta økið fyrr var tveir vakrir urtagarðar við høgum grótlaðaðum grótgørðum uttanum. Seinni vórðu garðarnir lagdir saman, gøtur skipaðar og grótgarðar lækkaðir.

Áðrenn spælipláss varð skipað á økinum, hýsti Grasagarður barnafagnaði, brúðarvígslum, konsertum- og hátíðarhaldi fyri pisum á Føroya Handilsskúla var eisini vorðið ein fastur táttur.

- Í dag hevur Grasagarður fingið nýtt andlit og verður nýttur til spæl, uppihald og gjøgnumgongd.

- Heildarætlanin var at skipa økið í mun til nærumhvørvið og virksemið í økinum. Grasagarður er einasta almenna kommunala spæliplássið í Tórshavn, og okkara ynski var tí, at tað skilir seg frá spæliplássunum á dagstovnunum og úti í eigarafeløgunum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Vinnarin av tilboðnum at dagføra Grasagarð gjørdist Arta saman við gartnarunum Grønt & Grátt. Sum undirráðgevi hjá Arta hevur fyritøkan AFRY eisini verið við til at ljósseta Grasagarð, soleiðis at spæliøkið eisini er innbjóðandi í myrku tíðini.

Samskifti hevur somuleiðis verið við Javna í tilgongdini, har víst varð á teirra sjónarmið í sambandi við spæl og atkomu fyri børn við rørslutarni. 

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2022

31 Leygardagur 03. desember 2022

Skjótt fer at bera til at loypa úr fimm metrum í svimjihøllini aftur

Sáttmáli um nýtt fimm-metra torn varð undirskrivaður í svimjihøllini í Gundadali fríggjadagin

Tað er Eysturlon, ið skal gera arbeiðið, sum snýr seg um at skifta alla timburkonstruktiónina og gera nýggjar trappur (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Nú kunnu vitjandi í svimjihøllini gleða seg til, at 5-metur tornið aftur verður tikin í nýtslu.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari, har tað verður kunngjørt, at útlopstornið, sum hevur verið avlæst í nærum eitt ár, letur uppaftur komandi vár.

Tað er Eysturlon, ið skal gera arbeiðið, sum snýr seg um at skifta alla timburkonstruktiónina og gera nýggjar trappur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2022

32 Leygardagur 03. desember 2022

Faer Isles akvavitt vunnið gull

North Atlantic Akvavit frá Faer Isles Distillery hevur vunnið gull í viðurkendu altjóða kappingini Speciality Spirits Master

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

North Atlantic Akvavit frá Faer Isles Distillery hevur vunnið gull í viðurkendu altjóða kappingini Speciality Spirits Master. Kappingin hevur nakrar av bestu serfrøðingunum í heiminum í dómsnevndini.

Tá føroyska akvavittið varð ment, legði Faer Isles Distillery seg eftir at gera eitt milt akvavitt við einum løttum sjóráka. Hesum rósti dómsnevndi, ið lýsti produktið sum “not too sweet... a toastiness on the aftertaste... refreshing palate, good nose, good/clean distillation and flavours.”

- Vit fáa ofta at vita frá fólki, at teimum dámar okkara akvavitt, tí tað als ikki er sprittutt, og tað fegnast vit sera nógv um, tí tað er júst tað, vit hava strembað eftir, sigur Dánial Hoydal, stjóri í Faer Isles Distillery.

North Atlantic Akvavit hevur verið á føroyska marknaðinum nú í eitt ár og fæst eisini í okkara grannalondum, umframt í serstøkum marknaðum so sum Singapore.

Gullmedaljan skal brúkast til at marknaðarføra akvavittið í restini av heiminum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2022

33 Leygardagur 03. desember 2022

Topgunn á OY Voxbotn

Oliver Gammelgård er maðurin handan kunstnaranavnið Topgunn, og er hann eitt kent navn í danska tónleikaheiminum – hann verður at hoyra á OY Voxbotn í juni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hann hevur tikið skamtalop í danska tónleikahválvinum, megnar at endurnýggja seg ferð eftir ferð, og nú er hann klárur til OY Voxbotn. Rímsmiðurin, ið hevur framført á óteljandi konsertum og festivalum, Topgunn kemur á Vágsbotn 2023.

Oliver Gammelgård er maðurin handan kunstnaranavnið Topgunn, og er hann eitt kent navn í danska tónleikaheiminum. Sum livetónleikari er hann sera eksplosivur, og kann fáa sjálvt tann størsta kritikkarin at nikka við høvdinum, tá hann framførir síni dancehall, pop og rappløg.

Millum hittini hjá Toptunn eru "Kongens Have", "Tilbud", "6 Liter", "Nik & Jay" og lagið "Lågsus For Evigt", ið hann hevur framleitt saman við Spektors og Tessa.

Framanundan er greitt, at eisini skotski Nathan Evens fer at seta lív í fjøldina í Vágsbotni, og í næstum verða nógv fleiri nøvn kunngjørd, tí Voxbotn 2023 verður heili tveir dagar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2022

34 Leygardagur 03. desember 2022

Kóboykex og Brimheim skulu við til stóra tónleikastevnu í Niðurlondum

Eurosonic Noorderslag er á skránni í Groningen í februar. - Hetta er ótrúliga spennandi. Tað er aftur eitt prógv um, at vit hava nógva, góða dygd í Føroyum, og at tað verður lagt merki til okkum, sigur Glenn Larsen, leiðari í FMX

- Hetta er higartil størsti møguleiki, sum okkara bólkur hevur fingið. Eurosonic er størsti sonevndi ídnaðarligi tónleikafestivalurin í Europa, sigur Kóboykeks (Mynd: Per á Hædd)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Hetta er ótrúliga spennandi. Tað er aftur eitt prógv um, at vit hava nógva, góða dygd í Føroyum, og at tað verður lagt merki til okkum. Fyrr hava vit havt sjey bólkar og einstaklingar á Eurosonic Noorderslag, tey 26 árini, festivalurin hevur verið. Nú hava vit tvey sama árið. 2023 byrjar við øðrum orðum væl, og vit hava haraftrar heili fýra nøvn á skránni til Trondheim Calling bara nakrar vikur eftir Eurosonic.

Hetta sigur Glenn Larsen, leiðari í FMX (Faroe Music Export), í samband við at tað varð kunngjørt, at Kóboykex og Brimheim verða við á Eurosonic Noorderslag í januar (ESNS) 2023 í Niðurlondum.

Eurosonic Noorderslag, ella Eurosonic, sum tað mest verður stytt til, er ein stór stevna, ið hevur verið í Groningen í Niðurlongum hvørt ár síðani 1996. Festivalurin hevur verið á stórum og miðalstórum spælistøðum ymsastaðni í miðbýnum í Groningen í fýra dagar í senn, og mong halda hana vera tann týdningarmesta av sínum slag í Europa, skrivar FMX. Serliga tá ið talan er um livekonsertir. 

- Umframt konsertirnar verður ein víðfevnd ráðstevna við 150 kunnigum pallborðum, aktuellum orkaskifti og høvuðsrøðarum, umframt hópin av góðum netmøguleikum. 

[object Object]

Tey, ið fyrireika festivalin, upplýsa sjálvi, at tey draga meira enn 40.000 fólk til sín um árið, herímillum meira enn 4.000 professionell tónlistaaktørar og heilar 400 festivalar. Ígjøgnum árini hava nøvn sum Aurora, Sam Smith, Wet Leg, James Blake, girl in red og fleiri onnur spælt fyri einum altjóða konsertskara í Groningen - øll  tíðliga á síni yrkisleið. 

- Tað hevur verið eitt sera gott og innihaldsríkt ár hjá føroyskum tónlistafólkum, tá ið tað ræður um altjóða pallar. Ongantíð fyrr hava Føroyar sett so stórt fótafar í Europa yvirhøvur, skrivar FMX

Annar bíleggingarstjórin hjá Eurosonic Noorderslag, Oskar Strajn, er esini rættililga hugtikin av tilgongdini í Føroyum:

- Vit eru spent til at vera vertir fyri bæði Brimheim og Kóboykex á ESNS 2023. Tey bæði tónlistanøvnini gera veruliga vart við seg á altjóða tónleikapallinum og hava uppiborið at verða í brennideplinum á Eurosonic. Vit eru spent at síggja avrikini úr Føroyum tey næstu árini.

Kóboykex gleðir seg eisini rættiliga nógv og sambært Sigmundi Zachariasen og Heiðriki á Heygum, verður hetta størsta uppgávan hjá bólkinum higartil.

- Vit eru heilt uppi at koyra um at sleppa at framføra á Eurosonic 2023. Hetta er higartil størsti møguleiki, sum okkara bólkur hevur fingið. Eurosonic er størsti sonevndi ídnaðarligi tónleikafestivalurin í Europa. Vit í Kóboykex gleða okkum øgiliga.

Eurosonic Noorderslag er á skránni frá 18. til 21. februar 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2022

35 Leygardagur 03. desember 2022

Bach í Kertuljósi verður mikukvøldið

Birita Adela Davidsen og Birita Poulsen syngja á árligu Bach-konsertini í Kirkjubø

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Komandi mikukvøld, 7. desember, verður aftur møguleiki at uppliva “Bach í Kertuljósi” í Kirkjubø.

Hesaferð verða tvær av okkara bestu kvinnuligu solistum við umframt úrvalstónleikarar ur Aldubáruni.

Konsertin í aldargomlu Ólavskirkjuni byrjar klokkan 19, kirkjan tekur umleið 120 fólk, so gott er at verða í góðari tíð, siga fyrireikararnir. Orkestrið byrjar umleið 18.40 at spæla hugnaligar Bach korallir sum upptakt til sjálva konsertina.

Eftir konsertina, sum varir ein tíma,  verður sum vant hugnalig móttøka i roykstovuni. Konsert og móttøka er ókeypis. 

Herundir upptøka við Biritu Poulsen og Ólavi Jakobsen á gittara. Tey framføra "Ich Steh' an deiner Krippen hier" hjá J. S. Bach. Í føroysku týðing H. A. Djurhuus "Eg standi tíni krubbu hjá":

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2022

36 Leygardagur 03. desember 2022

Aftur í ár jólaaftanshald í KFUK í Tórshavn

Húsið letur upp klokkan 17 jólaaftan, og sjálvt jólahaldið byrjar klokkan 18 við døgurða. Seinasta freist at boða frá til ókeypis tiltakið er 20. desember

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Sum siður hevur verið í nógv ár, hevur KFUK í Varðagøtu 9 í Havn aftur jólaaftanshald fyri teimum, ið hava brúk fyri at vera saman við øðrum hetta serliga kvøldið á árinum.

Hesum boðar KFUK frá í tíðindaskrivi.

Húsið letur upp klokkan 17 jólaaftan, og sjálvt jólahaldið byrjar klokkan 18 við døgurða, og øll fáa ein jólapakka.

[object Object]
Mynd: KFUK

Í ár er tað Maria Syderbø Mikkelsen, sum skipar fyri tiltakinum vegna KFUK. Seinasta freist at boða frá luttøku er týsdagin 20. desember - á tel. 227386.  

- Tiltakið er sum vanligt ókeypis, tí felagsskapurin KFUK og aðrir stuðlar syrgja fyri tí. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2022

37 Leygardagur 03. desember 2022

Havnin í jólahýri í Perluni

Býarsavnið hevur serliga framsýning allan desember mánað

(Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í jólamánaðinum ber til at uppliva framsýningina “Havnin í jólahýri” hjá Tórshavnar býarsavni.

Framsýningin lat upp í Perluni í Tórsgøtu í gjár. Við úrvaldum myndum og lutum gevur framsýningin eina tíðarmynd av fýra áratíggjum. Dentur verður lagdur á jólini og tað, ið keypast kundi á jólum, og fevnir hesin partur um 1930-1959.

Harumframt er ein partur, ið lýsir jólini heima í 1960-árunum. Henda framsýning byrjar niðriundir og heldur fram á balkongini. Vit síggja mótan í hesum tíðarskeiði, hvønn tónleik fólk lurtaðu eftir og hvørji bløð fólk lósu o.s.fr. Eisini eru leikur av ymsum slag og aðrir lutir, ið lýsa heimalívið tá á døgum.

Framsýningin verður stuðlað við myndum, lýsingum og tekstum úr bløðum.

Eisini er eitt jólatræ við gomlum jólapynti at síggja.

Tað verður møguligt hjá børnum at lita myndir og klippa jólapynt. Karamellur eru eisini at fáa.

Framsyningin er opin allar dagar í viku fram til jóla og aftur 28., 29. og 30. desember frá klokkan 14 til 18. 

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2022

38 Leygardagur 03. desember 2022

Nýggjur jólakalendari í útvarpinum hvønn dag til jólaaftan

Snjósystirin er jólakalendarin í barnaútvarpinum í ár

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Snjósystirin er jólakalendarin í barnaútvarpinum 2022. Ein søga í 24 pørtum.

Søgan snýr seg um Jóal, sum hevur føðingardag sjálvan jólaaftan, og sum plagar at vera besti dagur í árinum. Men í ár er einki, sum tað plagar at vera, tí Jóal og familjan syrgja stórusystrina, Juni, sum er deyð. Jóal heldur, at jólini rætt og slætt eru avlýst. Men ein dagin hittir hann ta lívsglaðu Hildigunn. Hon minnir hann á, hvussu góð jólini kunnu vera. Hon bjóðar honum heim til teirra í Villa Kvist at drekka kakao og eta sipopskøkur, og Jóal fer so smátt aftur at trúgva, at jólini kunnu koma kortini.

Men okkurt er við húsunum, sum Hildigunn býr í. Og hvør er hasin gamli maðurin, sum er í garðinum uttanfyri? Og Hildigunn, hvat er tað, sum hon ikki vil tosa um?

Snjósystirin er ein vøkur, fjálg og kenslulig søga, sum er um allan tann jólalongsul, ið vit øll so væl kunnu kenna okkum aftur í. Ein søga at taka fram aftur og aftur, har til ber at frøa seg um at vera á lívi, og at ynskja sær og hvørjum øðrum eini góð og gleðilig jól.

Bókin um Snjósystrina, er vøkur bók, sum kom út á føroyskum í 2019, myndirnar hevur Lisa Aisato teknað. Maja Lunde hevur skrivað og Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.

Í útvarpinum verður jólakalendarin um Snjósystrina at hoyra hvønn morgun kl. 7:15, og leygarmorgun og sunnumorgun kl.10:05. Eisini verða partarnir lagdir út á heimasíðuna, so hvørt teir verða sendir.

Tey leikandi eru: Sølvi Næs Hoydal, Sanna Bæk Hoydal, Leo Lávík, Lív Højsted Horsdal, Bjørn M. Mohr, Hans Tórgarð.

Páll Danielsen leikstjórnar og Finnur Hansen ger ljóðmyndina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2022

39 Leygardagur 03. desember 2022

Metallica kemur til Danmarkar – men ikki fyrr enn í 2024

Spæla tvær konsertir við hvør sínari skrá - tí verður í fyrsta umfari bert seld atgongumerki til báðar konsertirnar

Metallica
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú verður møguleiki at uppliva stóra amerikanska tungmálmsbólkin Metallica á konsert í Keypmannahavn.

Í vikuni varð kunngjørt, at Metallica spæla tvær konsertir í Parken í Keypmannahavn. Men tað verður ikki fyrr enn 14. og 16. juni 2014, altso um hálvtannað ár.

Metallica kunngjørdi mánadagin umvegis konssertfyriskiparan Live Nation hvussu spælt verður á komandi konserttúri hjá bólkinum, sum kallast M72, sum spennir yvir tvey ár.

Byrjað verður í apríl komandi ár við fýra dupultkonsertum í Evropa, í Amsterdam, Paris, Hamburg og Göteborg, áðrenn farið verður til Norðuramerika at spæla víðari í august, september og november.

Í mai mánaði 2024 koma teir so aftur til Evropa og spæla dupultkonsertir í Münchan, Helsingfors, Keypmannahavn, Warshawa og Madrid, áðrenn farið verður vestur um hav aftur at spæla í Norðuramerika og Meksiko.

Hetta við dupultkonsertum skal takast í álvara sambært tíðindaskrivinum frá Live Nation, tí talan verður um tvær ymiskar konssertir, við tveimum ymsum ‘opening acts’, tvs. upphitingarorkestrum, og tveimum ymiskum settlistum.

Konsertirnar í Parkini í Keypmannahavn verða 14. og 16. juni, fyrra kvøldið við Architects og Marmoth at hita upp og seinna kvøldið við Death Punch og Ice Nine Kills.

Teir fýra menninir í Metallica, danin Lars Ulrich á trummum, James Hetfield, sang og gittar, Kirk Hammett, gittar, og Robert Trujillo á bass, hava júst verið í upptøkuhølunum og hava eina útgávu klára áðrenn konsertferðin byrjar. Útgávan ’72 Seasons’ kemur á marknaðin í apríl 2023.

Atgongumerkjasølan til konsertirnar byrjaðu í gjár. í fyrstu atløgu ber bert til at keypa til báðar konsertirnar. Eitt avmarkað tal av atgongumerkjum til annan ella hin dagin verður sett til sølu 20. januar.

Metallica-konsertirnar nærmast okkum eru hesar.

27. og 29 apríl 2023 á Johan Cruijff ArenA í Amsterdam
17. og 19. mai 2023 á Stade France í Paris
26. og 28. mai 2023 á Volksparkstadion í Hamburg
16. og 18. juni 2023 á Nya Ullevi í Göteborg

7. og 9. juni 2024 á Olympiastadion í Helsingfors
14. og 16. juni 2024 í Parken í Keypmannahavn 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2022

40
Leygardagur 03. desember 2022

Tá føroyingar keyptu størsta trolara í vesturheiminum

Birgir Waag Høgnesen hevur givið nýggja bók út í røðini “Teir tóku kjansin”

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fjórða bókin í røðini “Teir tóku kjansin” er komin í bókahandlarnar. Tað er Birgir Waag Høgnesen sum gevur út.

Í 1983 keyptu føroyingar ein italskan risatrolara til svartkjaftaveiðu, og í bókini verður greitt frá, at politikkur spældi ein leiklut, tá ið avgjørt varð, hvør skuldi hava skipið. Tvey reiðarí royndu seg, men hvørki av reiðaríunum megn­aði at fáa raksturin at standa upp og nið­ur. 

Vit lesa um trupul­leikarnar í sam­bandi við fiski­skap­­in, fiskavirk­ing­ina umborð og søl­una av fiskinum. Greitt verður frá lív­in­um umborð, og nógvar samrøð­ur eru í bókini, m.a. við fleiri av mongu gentun­um, sum vóru við skipin­um, til tað varð selt av landinum – bert fimm ár eftir, at tað kom í føroyska flotan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2022

41 Leygardagur 03. desember 2022

Fyrsta krabbabókin um føroyskar ítróttastjørnur komin út

- Hví kunnu føroysk børn ikki eisini kunnu lesa um  føroysku ítróttastjørnurnar, ið børn og ung kanska kenna seg enn betri aftur í og kunnu fáa íblástur frá. Soleðis sigur Páll Holm Johannesen, ið hevur arbeitt tætt samna við ÍSF og Nám, í samband við bókina um Elias Ellefsen á Skipagøtu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Hugskotið stavar frá mínum gerandisdegi. Sum nógv onnur føroysk foreldur kring landið, eiga vit børn, sum koma heim úr skúlanum við barnabókum um útlendskar ítróttastjørnur.  Alt gott um tað, men síðani setti eg spurningin, hví føroysk børn ikki eisini kunnu lesa um  føroysku ítróttastjørnurnar, ið børn og ung kanska kenna seg enn betri aftur í og kunnu fáa íblástur frá.

Hetta sigur Páll Holm Johannesen um íblásturin til fyrstu sonevndu krabbabókina um føroyskar ítróttarstjørnur.

Tá ið ÍSF frætti um hetta hugskotið hjá Pálli Holm Johannesen, hildu vit alt fyri eitt, at tað var gott og vert at stuðla. Sjálvandi skulu føroysk børn, sum læra at lesa, bara lesa um útlendskar ítróttarstjørnur, tá ið vit eiga so nógvar fyrimyndir her heima. 

[object Object]

Saman vi Pálli fór umboð frá ÍSF á fund við Nám um at gera krabbabøkur um evnið, og síðani hava tey ført hesa ætlan heilt út í lívið. Tí vilja vit nýta høvi at takka bæði Pálli, Nám og Bókadeildini hjartaliga fyri at geva føroyskum børnum møguleikan at lesa um okkara egnu ítróttarfólk, ítróttalið og ítróttatiltøk, sum eru viðkomandi her hjá okkum. 

Krabbabøkurnar eru lesibøkur á føroyskum. Tær eru skrivaðar á ymsum torleikastigum, soleiðis at okkurt er fyri børn í 1. flokki, sum læra at lesa – og síðani gerast tær torførari og torførari, sum lesiførleikin mennist.

Henda fyrsta krabbabókin er um hondbóltsspælaran Elias á Skipagøtu, men væntandi og vónandi verða fleiri barnabøkur skrivaðar við føroyskum ítrótti í miðdeplinum. Møguleikarnir eru óendaligir, tí søgurnar og fyrimyndirnar eru óteljandi. Okkara ynski er sjálvandi, at vit fáa eitt breitt úrval, sum fevnar um ymiskar ítróttagreinar og ítróttafelagsskapir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2022

42 Leygardagur 03. desember 2022

Hugo Helmig deyður 24 ár

Danski tónleikarin Hugo Helmig er deyður, váttar pápi hansara Thomas Helmig

(Mynd: Instagram)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ungi danski tónleikarin Hugo Helmig doyði 23. november. Tað váttaði pápi hansara, Thomas Helmig, fríggjadagin á Instagram.

Hugo Helmig Toft Simonsen gjørdist 24 ára gamal, og varð grivin hósdagin. Mamma hansara var Renee Toft Simonsen.

Hann gjørdist kendur tá hann gav út lagið “Please don’t lie” í 2017, og varð sambært donskum miðlum størsta landaplágan hetta árið.

Pápi hansara, Thomas Helmig, hevur framført í Føroyum í fleiri umførum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2022

43 Leygardagur 03. desember 2022

Mauna Loa á Hawaii farin at goysa

Talan er um heimsins størsta aktiva gosfjall

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyri fyrstu ferð í 40 ár goysir nú úr heimsins størsta aktiva gosfjalli, Mauna Loa á Hawaii í Kyrrahavinum.

Tað var sunnudagin, at tað byrjaði at goysa. Hetta er fyrstu ferð síðan 1984.

Flótandi grýtið, sum rennur úr fjallinum, hóttir tó ikki íbúgvar í økinum, upplýsir amerikanski jarðfrøðiligi stovnurin, USGS.

Mauna Loa gosfjallið er meira enn 4.000 metrar høgt, og er ein partur av eini røð av eldgosum, ið eru uppruni til Hawaii oyggjaríkið.

Myndugleikarnir í Hawaii boða frá, at latin eru upp verjuskýli á oynni sum trygd fyri íbúgvarnar, um hetta skuldi blivið neyðugt.

Flogfelagið Southwest Airlines, støðgaði allari flúgving til og úr floghavnini Hilo orsaka av gosinum.

Sambært CNN heldur amerikanski loftferðslumyndugleikin, US Federal Aviation Administration, eyga við dustskýnum um tað skuldi verið til vanda fyri flogferðsluna.

Enn eru ikki frætt um, at íbúgvar á oynni eru komin í vanda av gosinum.

Fólk við trupulleikum við andaleiðini verða fyribils biðin um at halda seg innandura, tí niðurfallin øska kann gerast ein trupulleiki.

Mauna Loa hevur goyst 33 ferðir síðani fyrsta kenda gosið varð staðfest í 1843, skrivar USGS. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2022

44 Leygardagur 03. desember 2022

Katar viðgongur nógvar deyðstilburðir í sambandi við HM-bygging

Ovastin fyri HM-kappingini sigur at millum 400 og 500 gestaarbeiðarar hava latið lív. - Ein deyðstilburður er ein ov mikið, leggur hann afturat

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ovastin fyri HM-kappingini í Katar, Hassan al-Thawadi, hevur ongantíð sagt, hvussu nógvir gestaarbeiðarar hava latið lív undir byggingini av leikvallunum til HM-leikirnar í landinum.

Til nú.

Í eini samrøðu við bretska sjónvarpsvertin Piers Morgan, greiðir Hassan al-Thawadi nú frá, at millum 400 og 500 gestaarbeiðarar hava latið lív.

- Útrokningarnar siga millum 400 og 500. Nágreiniliga talið er nakað, ið kann diskuterast. Ein deyðstilburður er ein ov mikið. So einfalt er tað, sigur al-Tawadi.

Í samrøðuni greiðir hann eisini frá, at viðurskiftini hjá gestaarbeiðarunum í landinum eru batnað, men at tað framvegis er neyðugt við betringum í Katar.

- Trygdin á leikvallunum er batnað, og fleiri fakfeløg eru sett á stovn. Tað skuldi gerast betringar. Tað vistu vit, áðrenn vit søktu um at fáa HM, sigur al-Tawadi.

- Betringarnar hava onki samband við HM at gera, men nakað vit skuldu gera. Men HM skundaði undir hesa tilgongd.

Tølini hjá mannarættindafelagsskapunum fyri deyðar útlendingar eru nøkur heilt onnur, enn tey, ið Hassan al-Thawadi nú fortelur um.

Felagsskapurin Human Rights Watch hevur upplýst, at 15.021 fólk úr øðrum londum doyðu í Katar millum 2010 og 2019.

Hvussu nógv av hesum, ið kunnu setast í sambandi við bygging av leikføllum til HM, er tó ikki upplýst, skrivar dr.dk. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2022

45 Leygardagur 03. desember 2022

Uttanríkisráðharrin í Hvítarusslandi andaðist brádliga

64 ára gamli Vladimir Makei skuldi hitta russiska starvsbróðir sín, Sergei Lavrov mánadagin

Vladimir Makei, uttanríkisráðharri í Hvítarusslandi, gjørdist 64 ára gamal (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Vladimir Makei, uttanríkisráðharri í Hvítarusslandi, er deyður, 64 ára gamal. Tað boðaði hvítarussiska tíðindastovan Belta frá leygardagin.

Sagt verður, at Vladimir Makei, ið hevur verið uttanríkisráðharri síðan 2012, andaðist brádliga farna fríggjadag, tveir dagar áðrenn hann skuldi hitta russiska starvsbróðir sín, Sergei Lavrov.

Í undanfarnu viku luttók Makei á fundi í Collective Security Treaty Organization (CSTO), ein hernaðarsamgonga, sum Kasakstan, Kirgisistan, Tadskikistan, Armenia og Russland eisini eru limir í.

Undan hvítarussiska forsetavalinum í 2020 hevði Makei funnist at Russlandi og arbeitt fyri at betra um samstarvið við vesturheimin. Men tá mótmælini byrjaðu eftir forsetavalið, fekk pípan eitt annað ljóð. Tá segði Makei, at mótmælisfólkini, sum ikki vildu góðtaka almenna valúrslitið, sum peikaði á sitandi forsetan sum vinnara, høvdu fingið íblástur frá vesturheiminum.

Í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina í februar segði Makei eisini, at tað var vesturheimurin, sum hevði provokerað Russland, og áttu ukrainsku myndugleikarnir at taka undir við treytunum hjá Russlandi.

Talsfólk hjá russiska uttanríkisráðnum sigur, sambært Reuters, at tey eru skelkað um deyðsboðini, meðan hvítirussiski andstøðuleiðarin, Svetlana Tikhanovskaja, sum nú livir í útlegd, sigur, at Makei hevur svikið fólkið í Hvítarusslandi, og er tað fyri hetta, at fólkið fer at minnast hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2022

46 Leygardagur 03. desember 2022

Hennes og Mauritz sigur umleið 1.500 fólkum upp

Hetta er partur av einari stórari spariætlan hjá stóru svensku fyritøkuni. Ætlanin við júst hesum er spara fyri beint yvir 1,3 milliard krónur

Hennes & Mauritz er byrjað upp á eina altjóða ætlan at minka um kostnað og at hækkað um virkisførið. Hetta gongur útyvir nógv starvsfólk (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hennes & Mauritz er byrjað upp á eina altjóða ætlan at minka um kostnað og at hækkað um virkisføri. Hetta hevur við sær nakrar bygnaðarligar broytingar á hægri støði í stóru svensku fyritøkuni, men tað hevur eisini við sær, at tað verður minkað um starvsfólksfólkatalið.

Hesum boðaði H&M Group frá í vikuni. Greitt er, at 1.500 starvsfólk hjá Hennes & Mauritz kring heimin verða søgd úr starvi.

Hetta skal, sambært metingum hjá fyritøkuni, spara umleið tvær millardir svenskar krónur - 1,36 milliardir danskar krónur. Sparingarnar skulu síggjast aftur í úrslitinum fyri seinnu hálvu í 2023, skrivar HM Group.

Forstjórin Helena Helmersson sigur, at nýggja ætlanin inniber, at hyggja uppá alla skipanina í felagnum, og at tey eru greið yvir, at summi starvsfólk verða ávirkaði - tey skulu tó stuðlast í at á besta háttin taka næsta fetið.

H&M hevur útvið 5.000 handlar kring heimin, og áleið 107.500 fólk í fulltíðarstarvið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2022

47 Leygardagur 03. desember 2022

Kanning: Veljarin hugsar um umhvørvið

Ein meiningarkanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Veðurlagslóg NÚ! sendir eitt púra greitt signal til politikararnar: Veljarin raðfestir umhvørvið og heldur, at Føroyar skulu lækka CO2-útlátið munandi komandi árini siga stigtakarar til kanningina

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Umleið annarhvør føroyingur, sum fer á val 8. desember, hugsar um umhvørvið, tá ið hann fer inn í valklivan at seta krossin við ein flokk ella eitt valevni.

Samstundis siga 76 prosent, at tey halda, at Føroyar skulu lækka CO2-útlátið munandi tey komandi árini.

Hetta er greiði boðskapurin til politikararnar í meiningakanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri FNU og Veðurlagslóg NÚ í sambandi við løgtingsvalið siga FNU og Veðurlagslóg NÚ. 

Greið tala frá veljaranum

- Endamálið hjá FNU og Veðurlagslóg NÚ er at varðveita og verja náttúruna og umhvørvið. Tí fegnast vit um, at 76 prosent av teimum spurdu ynskja at lækka CO2-útlátið munandi, og at helvtin hugsar um umhvørvið, tá ið tey fara á val, siga felagsskapirnir.

FNU og Veðurlagslóg NÚ vóna, at kanningin kann gera, at veðurlagsbroytingar og náttúruvernd fáa størri rúmd í valstríðnum. Felagsskapirnir gera sítt til at varpa ljós á hesi týdningarmiklu evnir, og kanningin vísir, at veljarin er samdur og heldur eisini, at hetta eru týdningarmikil mál.

Politikararnir mugu melda út

- Tað er greitt, at føroyingar ynskja at minka útlátið. Tað hevur týdning, at valevnir geva teirra boð upp á, hvussu vit lækka CO2-útlátið munandi komandi árini, soleiðis at veljarin hevur møguleikar at velja í. Undanfarnu ár hava víst, at føgur orð als ikki eru nóg mikið. Ítøkilig uppskot og ætlanir mugu á borðið, soleiðis at Føroyar minka sítt útlát.

Spyr.fo hevur gjørt kanningina fyri feløgini, har feløgini hava sett fólki spurningar, sum hava við umhvørvið at gera.

500 fólk hava svarað kanningini. Hon varð gjørd 21. novembur 2022.

Til útsøgnina “Føroyar skulu lækka CO₂-útlátið munandi komandi árini,” søgdu 76 prosent seg vera samd, 10 prosent seg vera ósamd, meðan 14 prosent ikki vistu. Til útsøgnina “Eg hugsi um umhvørvið, tá eg fari á val,” søgdu 51 prosent seg vera samd, 29 prosent seg vera ósamd og 20 prosent vistu ikki. 





Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2022

48 Leygardagur 03. desember 2022

Vaksandi áhugi fyri Føroyaøkinum

Hóast leitivirksemið er minkað nógv seinastu árini,  tykist tað nú sum vesturlendsku oljufeløgini í heila tikið eru farin at leita aftur eftir olju og gassi, nú trot er á fossilari orku

Jarðfeingi ger eitt stórt arbeiði fyri at marknaðarføra Føroyar sum framtíðar leitiøki eftir olju og gassi. Her ein vælvitjaður føroyskur básur á stórari orkuráðstevnu í London herfyri (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Nú trot er á orku ikki minst í Evropa, eru orkufeløg farin at vísa økjunum á Atlantsmótinum, sum er økið millum Føroyar og Hetland,  áhuga aftur. Hetta síggja vit m.a. beint hinumegin markið millum Føroyar og Bretland, har orkufeløg nú eru við at fyrireika seg uppá at útbyggja fleiri risastórar olju- og gasskeldur. 

Næsti granni okkara, Bretland, hevur eisini boðað frá, at hann sær fegin, at orkufeløg gera íløgur í nýggjar útbyggingar eins og í nýggja leiting – eitt nú eystan fyri føroyska markið. Hetta vita vit meira ítøkiligt um tíðliga í komandi ári. 

Samtíðis hevur bretska stjórnin gjørt av at hækka skattin á orkufeløg munandi, soleiðis at hann komandi árini verður hækkaður úr 40% upp í 75%. Hetta verður gjørt fyri at hjálpa teimum veikastu húsarhaldunum, sum liða undir høgu orkuprísunum. 

Stjórnin heldur tað vera rímuligt at leggja eyka skatt á oljufeløg, sum hava havt methøgan vinning síðani russisku innrásina í Ukraina. 

Men um somu tíð hevur stjórnin eisini undantikið nýggjum íløgum í olju- og gassvirksemi  fyri at økja um framleiðsluna í royndini at gera Bretland óheft at innfluttari olju og gassi. 

Í Føroyum er skatturin á oljufeløg umleið 55% tvs. 20% lægri enn tann hjá grannanum. Ì Norra er skatturin 78%, men tá hava myndugleikarnir átikið sær allar útreiðslur til leiting. 

Merkja størri áhuga

[object Object]Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi

Spurningurin er so, um henda gongdin við vaksandi tørvi á eitt nú olju og gassi kann vera við til at rudda slóð aftur fyri leiting í føroyskum øki.

Og kann tað hugsast, at oljufeløg, sum í dag arbeiða í bretska partinum av Norðsjónum, í størri mun fara at hyggja eftir leitimøguleikum í Føroyum, nú skatturin her er so nógv lægri enn í Bretlandi? 

Tann spurningin hevur orkan.fo sett stjóranum á Jarðfeingi, Niels Christian Nolsøe. 

“Eg trúgvi nú sum fyrr, at prospektivitetur – t.v.s. sannlíkindini fyri at finna kolvetni – er sterkasta drívmegin hjá oljufeløgunum at koma inn á føroyska økið. Bretski ‘windfall’ skatturin er ásettur til tess at tryggja, at nakað av eyka avlopinum hjá oljufeløgunum, orsakað av høga oljuprísinum, kemur statinum til góðar. Tann eykaskatturin skuldi so dottið burtur, tá prísurin kemur á eitt ‘vanligt’ støði aftur.”

- Men kann orkustøðan í heiminum við sera høgum olju- og gassprísum og trot á fossilari orku, vera við til at fáa olju- og gassfeløg at leita henda vegin?

Niels Christian Nolsøe: “Leitivirksemið er minkað nógv seinastu árini, men nú tykist tað sum vesturlendsku oljufeløgini í heila tikið eru farin at leita aftur, nú trot er á fossilari orku. Tað sær eisini út til, at fund í Norðsjónum, sum fyri stuttum høvdu eina ivasama framtíð, kortini verða útbygd og verða tikin í nýtslu. Alt hetta betrar útlitini fyri, at oljufeløgini fara at leita hendan vegin eisini, og tað merkja vit á Jarðfeingi.”

Vinnumálaráð svarar fíggjarnevnd

[object Object]Faldari, sum FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur, lat gera til seinastu stóru orkuráðstevnuna í London herfyri.  


Herfyri svaraði Vinnumálaráðið spurningi úr fíggjarnevndini um áhugan fyri leiting í Føroyum í framtíðini við atliti til komandi játtanina til Jarðfeingi, sum m.a. umsitur oljuleitingina. 

Svarið frá Vinnumálaráðnum var soljóðandi: 

“Tað eru nøkur ár síðani, at seinasta loyvið at leita eftir olju-og gassi á føroyska landgrunninum varð latið innaftur. Áhaldandi leitivirksemi á bretskum øki upp ímóti føroyska markinum ger kortini, at tað eru oljufeløg, sum eru virkin í leitingini hinumegin markið, sum javnan eru í samband við Jarðfeingi um jarðfrøðiligar dátur, m.a. tí at talan kann gerast um at kanna leitimið, sum kunnu ganga tvørturum landgrunsmarkið.

Nevnast kann, at samskiftið við útlendsk oljufeløg, sum sýna føroysku undirgrundini áhuga, hevur verið vaksandi seinasta árið. Høgi olju-og gassprísurin vekir somuleiðis áhuga fyri aftur at hyggja uppá Atlantsmótið sum leitiøki, bæði fyri at finna olju og gass. Viðvíkjandi gassi ger tað seg eisini galdandi, at undirstøðukervið vestan fyri Hetland alsamt nærkast okkara øki, og tískil kunnu eisini smærri gasskeldur sum frálíður gerast fíggjarliga lønandi.”

Leiting meira enn 20 ár á baki

[object Object]Tekur orkufelagið Ithaca Energy tíðliga í 2023 avgerð um at útbyggja risastóru oljuleiðina Cambo fáar kilometrar frá føroyska markinum, verður hetta pallurin, sum fer at taka ímóti oljuni.


Føroyska oljuleitingin byrjaði í 2000, tá fleiri leitiloyvi vórðu latin útlendskum oljufeløgum. Tilsamans 9 brunnar vórðu boraðir og staðfest varð ein virkin kolvetnisskipan í undirgrundini. Eisini varð eitt oljufund gjørt, Marjun, sum kortini ikki varð mett at vera rakstrarverdugt við táverandi vitan og tøkni. Seinastu oljufeløgini fóru úr aftur Føroyum í 2014. Høvuðsorsøkin var ein sera lágur oljuprísur umframt ónøktandi leitiúrslitini. 

Síðani tá eru bæði olju- og gassprísir hækkaðir nógv og hevur tað verið við til at varpa nýtt ljós á aftur økið eystan fyri føroyska markið, har bæði nýggjar útbyggingar av oljuleiðum umframt nýggj leitin eru á skránni.

Jarðfeingi, sum støðugt arbeiðir við at tulka og útvega nýggj data frá undirgrundini, hevur eisini eitt vakið eygað við tí, sum fer fram í grannalagnum. Tað samstarvar tí eisini við oljufeløg, sum hyggja eftir øllum økinum báðumegin markið og sum síggja alt økið sum ein samanhangandi kolvetnislandslut.

Løgmaður um orkutrygd

[object Object]Løgmaður við boðskapi um, at møgulig framtíðar føroysk olja og gass kunnu hava ein leiklut til frama fyri orkutrygdina í Evropa. 


Í tí politisku skipanini í Føroyum hava bæði skiftandi løgting og landsstýri tikið undir við, at leitingin eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini heldur fram. Verandi og undanfarnir landsstýrismenn við ábyrgd fyri leitingini hava úttalað, at útlendsk olju- og íløgurfeløg eru vælkomin til Føroya at leita. 

Herfyri segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í sambandi við at Føroyar luttóku við bási á stórari orkuráðstevnu í London, at tað var hansara vón, at oljufeløg aftur fóru at vísa Føroyum áhuga.  Løgmaður sísti á, at framtíðar føroysk olja og gass kunnu hava møguligan leiklut til frama fyri orkutrygdina í Evropa, og í tí sambandi beyð hann altjóða orkufeløgum vælkomnum til Føroya at leita eftir olju og gassi. 

“Vit vilja fegin geva okkara íkast til orkutrygdina í Evropa og standa dyrnar opnar fyri altjóða orkufeløg at koma til Føroya at leita eftir olju og gassi. Órógv og umvelting í orkuveitingini  m.a. orsakað av russisku innrásini í Ukraina hevur varpað ljós á stóra týdningin tað hevur fyri orkutrygdina í Evropa at framleiða orku tættari nærumhvørvinum. 

Bygt á kanningar, sum eru gjørdar av okkara jarðfrøðingum, hava vit góðar vónir um, at tað kunnu finnast stórar nøgdir av olju og gassi í okkara øki, og sum møguliga kunnu vera eitt íkast til evropeisku orkutrygdina.

Við hesum í huga ynski eg at vátta og endurtaka okkara avgerð um at hava hurðarnar opnar fyri orkufeløg, sum vilja søkja um loyvi at leita í føroyskum øki.

Øll tey feløg, sum vilja taka av hesum tilboði, vilja fáa hjálp frá Jarðfeingi og øðrum stovnum og ráðum. 

Óneyðugt at siga, at tað samtíðis er ein skylda at tryggja, at alt virksemi er í tráð við føroyska veðurlagspolitikkin hjá landsstýrinum.”

Vilja veita tænastur

Eisini landsstýrismaðurin í orku- umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen úttalaði um sama mundið, at dyrnar standa opnar fyri leiting og sær hann eisini fegin, at feløg, sum arbeiða hinumegin markið bæði við leiting, útbyggingum og framleiðslu, eru meira enn vælkomin at brúka føroyskar vørur og tænastur og at brúka Føroyar sum útgerðarstøð. Við hesum sipar hann m.a. til tær báðar risastóru útbyggingarnar av olju- og gasskeldunum Cambo og Rosebank, sum, tá tær fara undir framleiðslu, verða millum tær størstu á bretska landgrunninum sum heild. 

[object Object]So tætt við Føroyar liggja bæði framleiðandi olju- og gassleiðir eins og keldur, sum longu eru funnar og sum eftir øllum at døma verða útbygdar til framleiðslu komandi árini. Tær kunnu eisini fáa týdning fyri føroyskar veitarar 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2022

49 Leygardagur 03. desember 2022

Kvinnulandsliðið styrkismett sum nummar 27 í Evropa

EM-endaspælið í 2024 fer at hava 24 lið, og útfrá styrkismetingini hava Føroyar ein rímiligan møguleika. Lutakastið til kappingina, ið byrjar næsta heyst, verður 20. apríl

Mynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Til næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður luttakaratalið víðkað frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er.

Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya.

Noreg tryggjaði sær enn eitt EM-gull fyri nøkrum døgum síðani, og verður harvið ikki við í undankappingini. Vertirnir Ungarn, Eysturríki og Sveis hava eisini eitt pláss hvør, og harvið eru tjúgu pláss at spæla um í undankappingini, sum byrjar í oktober 2023.

Føroyar eru í løtuni styrkismettar sum nummar 27 í Evropa, og tey nevndu londini eru øll styrkismett omanfyri, eins og Russland og Hvítarussland - ið eru útihýst frá undankappingini - eru.

Harvið skulu 32 lond kappast um tey 20 plássini, ið eru eftir. 

Tað eydnaðist ikki Føroyum at koma víðari í HM-undankappingini í november eftir tveir tættar dystir í Kosovo.

Lutakastið til EM-undankappingina verður 20. apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2022

50 Leygardagur 03. desember 2022

H71 aftur í evropeiskum stríði hetta vikuskiftið

Kekkiska Slavia Praha er á vitjan. Spælt verður í Høllini á Hálsi í dag og í morgin

Jana Mittún (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hetta vikuskiftið skulu hoyvíkskvinnurnar aftur dystast í European Cup.

H71 kvinnurnar spældu seg víðari til triðju umfar av European Cup við tveimum sannførandi sigrum móti SC Ferlach úr Eysturríki við sigrum á samanlagt 59-43. 

Hesaferð verður mótstøðuliðið DHC Slavia Praha úr Kekkia. Kvinnurnar skulu í eldin bæði í dag og í morgin, sunnudagin í Høllini á Hálsi. Báðir dystirnir byrja klokkan 19.

DHC Slavia Praha vann undanfarna umfar stórsigur á Holon HC úr Ísrael samanlagt heili 71-36. Kekkiska felagið liggur í løtuni á einum 3. plássi í WHIL. WHIL, ið stendur fyri Women Handball International League, er hondbóltsdeildin fyri tey bestu feløgini úr bæði Kekkia og Slovakia.

Kvinnurnar úr Prag vunnu WHIL í 2010 og í 2011, men síðan tá er onki steyp vunnið, hvørki í WHIL ella bestu deildini í Kekkia.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2022

51 Leygardagur 03. desember 2022

Neistin vann tættan og týðandi sigur á Stjørnuni

Neistakvinnur eru eitt stig aftan fyri Kyndil og H71 í SMS-deildini. Kyndil vann hóskvøldið við tjúgu málum á StÍF, har Turið Arge Samuelsen skoraði 17 mál

Maria Pálsdóttir Nólsoy skoraði átta mál í gjár og gjørdist harvið toppskjútti (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein dystur í SMS-deildini varð spældur mikukvøldið. Hann var í høllini á Hálsi, og talan var um dyst nummar níggju í kappingarárinum hjá bæði Stjørnuni og Neistanum.

Neistin kom nógv betur frá byrjan og var á odda 4-0 eftir fimm minuttir, men Stjørnan kom skjótt betri við og var eisini omaná seinna partin av fyrra hálvleiki. Eitt tíðarskeið stutt fyri hálvleik skoraði útiliðið fýra mál á rað og kom á odda við fimm málum, men Neistin fekk svarað aftur, og í steðginum var munurin tvey mál.

Í seinna hálvleiki át Neistin seg inn á og síðani fram um Stjørnuna. Tá klokkan vísti 42.11 legði toppskjúttin, Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistan á odda. Útiliðið kom ongantíð á javnt aftur. Merkisvert var, at Stjørnan bert hevði átta útileikarar á dómaraseðlinum, og hetta hevur møguliga havt eina ávirkan út á dystin.

Unga Neistaliðið liggur nú nummar trý á stigatalvuni - eitt stig aftan fyri grannarnar Kyndil og H71. Hoyvíkskvinnur hava spælt ein dyst færri - Kyndil vann hóskvøldið við heili tjúgu málum á StÍF.

Turið Arge Samuelsen skoraði heili 17 av teimum 40 málunum hjá teimum grønklæddu í Høllini á Hálsi.

[object Object]
Turið Arge Samuelsen var í hopla í kvøld (Savnsmynd)

SMS-deildin
Mikudagin 30. november
Neistin - Stjørnan 28-26 (14-16)
Toppskjúttar: Maria Pálsdóttir Nólsoy 8 mál, Bjørk Franksdóttir Joensen 6 mál

Hósdagin 01. desember
Kyndil - StÍF 40-20 (19-9)
Toppskjútti: Turið Arge Samuelsen 17 mál


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2022

52 Leygardagur 03. desember 2022

Mads Borchers skiftir til HB

- Eg eri komin fyri at vinna og skjóta mál, sigur 20-ára gamli danski áleyparin, sum í 2022 skoraði 15 mál fyri 07 Vestur. Hann og HB hava skrivað undir sáttmála til og við 2024

Mads Borchers í dysti móti HB fyrr í ár. Næstu tvey árini hevur evnaríki danin heimavøll Havn (Mynd: jn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Søgur og gitingar hava verið um tað í eina tíð, og nú er tað váttað: Mads Borchers skal næsta kappingarár spæla fyri HB.

Skjóti og sterki áleyparin var 19-ára gamal, tá Esbjerg síðsta vetur valdi at leiga hann út, so at hann kundi fáa spælitíð í vaksnamannafótbólti. Valið fall á 07 Vestur, og tað skuldi vísa seg at vera ein góð avgerð hjá felagnum í Vágunum at fáa fatur á áleyparanum.

Mads Borchers treivst eisini væl hjá 07 Vestur og blómaði í føroyskum fótbólti.
Samanlagt skoraði hann 15 mál í 28 dystum og var ein stór orsøk til, at felagið helt sær uppi í Betrideildini og stóð seg so væl í steypakappingini. 

Avrikini hava havt áhuga við sær, og HB hevur nú tryggjað sær Borchers næstu  árini. Upplýst verður úr HB, at talan er um tvey-ára sáttmála. Tað verður ikki gjørt endaliga greitt, hvussu havnarfelagið hevur fingið Mads Borchers úr sáttmálanum við Esbjerg.

- Eg eri komin fyri at vinna og skjóta mál, sigur nýggi maðurin í stuttari viðmerking við Facebook-síðuna hjá HB.

HB endaði í fjør nummar trý í Betrideildini. Dalibor Savic heldur fram sum venjari, men óvissa er enn um fleiri spælarar, ið hava spælt stóran leiklut seinastu árini. Mads Borchers kann tó avgjørt gera góðan mun í álopsspartinum.

Fyri 07 Vestur er hetta ein stórur smeitur. Felagið hevur tó fingið fatur á Uros Stojanov, sum seinastu árini hevur skorað nógv mál í føroyskum fótbólti, og Jasper van der Heyden heldur fram í felagnum.

[object Object]
Nýggjasti HB-leikarin (Mynd: Havnar Bóltfelag)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2022

53 Leygardagur 03. desember 2022

KÍ-kvinnurnar fáa danskan venjara

Besta kvinnuliðið hjá KÍ fær danskan venjara næsta kappingarár. Sáttmáli er gjørdur við Kristoffer Kvistgaard næstu tvey árini

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er greitt, hvør skal venja besta kvinnuliðið hjá KÍ. Tað verður danin, Kristoffer Kvistgaard, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá fremsta kvinnuliðnum hjá AaB, sum er farið ósigrað gjøgnum hetta kappingarárið og hevur harvið vunnið fyrstu deild, skrivar ki.fo.

Kristoffer Kvistgaard er 32 ára gamal, seinasta árið hevur hann verið ítróttarstjóri í AaB, og vant besta kvinnuliðið hjá teimum. Harafturat hevur hann verið hjálparvenjari í Liga liðnum Kolding Q, sum í dag eitur Kolding IF. Kristoffer Kvistgaard hevur eisini verið úrvalsvenjari í FC Midtjylland, og hann hevur vant úrvalsgentur í Vildbjerg SF.

Harafturat hevur hann BA í ítróttarleiðslu, og hann hevur UEFA A venjaraprógv.

[object Object]

Hann var høvuðsungdómsvenjari hjá MB kappingarárið 2020, og tí kennir hann nakað til føroyskan fótbólt og veit, at KÍ er eitt sigursvant felag – serliga á kvinnusíðuni.

- Eg kenni KÍ, sum eitt framúr felag í stórari framgongd, sum eg gleði meg til at vera ein partur av, sigur nýggi venjarin hjá KÍ kvinnunum, Kristoffer Kvistgaard.

Umframt at vera venjari hjá kvinnunum verður Kristoffer Kvistgaard eisini partur av venjaratoyminum, sum tekur sær av morgunvenjingunum á Akademinum, og so fær hann eisini aðrar venjarauppgávur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2022

54 Leygardagur 03. desember 2022

Øssur verður nú venjari í B36

51-ára gamli toftamaðurin stóð í nøkur ár á odda fyri besta liðið barndómsfelagsins, ið hann fekk upp í Betrideildina aftur. Nú gleðir hann seg til at arbeiða við ungum leikarum á næstbesta liðnum hjá B36, sum skulu gerast til reiðar til júst bestu deildina

- Prátið okkara millum gav mær eisini eina fatan av, at B36 reint struktuelt er væl fyri (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Eg havi líka síðan eg gavst sum venjari hjá B68, allatíðina haft eitt ynski um at byrjað aftur. Spurningurin var bara nær eg føldi meg vera kláran til tað. Eftir tykkara fyrispurning, so helt eg tað vera einur fínur møguleiki hjá mær at koma ígongd aftur. B36 er eitt felag við einari bjartari framtíð, um rætt verður farið fram. Tit hava eina rúgvu av ungum lovandi talentum, sum kunnu koma langt í fótbóltinum. Hetta vil eg gjarna verður ein partur av, tí eg eg eri sikkur uppá, at um hesir fáa tí røttu venjingina, so kunna teir koma langt. 

Soleiðis sigur Øssur Hansen við Facebook-síðuna hjá B36 í samband við, at 51-ára gamli toftamaðurin nú er settur sum venjari hjá næstbesta liðnum hjá B36.

Hetta verður ikki fyrstu ferð, at toftamaðurin verður í hesum ártalsfelagnum. Í 1999 spældi Øssur Hansen, sambært Faroesoccer, 27 dystir fyri B36, og talan gjørdist um silvur í steypakappingini og bronsu í landskappingini.

Øssur er annars mest kendur fyri sína longu tíð sum leikari í barndómsfelagnum og á A-landsliðnum, og hann var í samanlagt fýra ár høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá B68.

Í 2020 eydnaðist at vinna uppflyting til Betrideildina aftur við avgerandi sigri á AB, og í 2021 fekk B68 25 stig og helt sær uppi. 

Hann segði seg úr starvinum á Svangaskarði tíðliga í mai, men fer nú av álvara í gongd aftur sum venjari. Øssur Hansen sigur við B36-síðuna, at tað spælir ein leiklut, at hann til dagliga arbeiðir í høvuðsstaðnum, men at avgerðin sannligi eisini snúði seg um, hvussu B36 er fyri og sær uppá fótbólt og menning.

- Prátið okkara millum gav mær eisini eina fatan av, at B36 reint struktuelt er væl fyri. Tykkara tilgangur til fótbóltsspælið dámar mær væl, og gevur mær eisini eina trúgv uppá, at við at geva teimum ungu álit, og tað fatan av, at tað er her vit kunnu mennast, ikki bara sum fótbóltsspælarar, men eisini sum menniskja. 

[object Object]
Súsanna Maria Hansen og Øssur Hansen eftir at sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: B36) 

Danin Michael Haase, ið er Head of Coaching hjá B36, sigur, at tað at ein venjaraprofilur sum Øssur nú er settur er ein góðskustemplan av arbeiðnum, ið felagið ger í løtuni.

- Øssur er eyðmjúkur og bara ein fantastiskur persónur, og tað er nakað, ið vit leggja stóran dent á í B36. Samstundis er hann fakliga dugnaligur, og veit hvat tað krevst fyri at spæla í Betrideildini.

Í felagnum hevur veruliga verið arbeitt fyri at gera 1. deild til eina so góða lopfjøl til Betrideildina sum gjørligt, og í fjør fingu seks leikarar - allir í U17-aldri sum eisini vunnu greipuna har - sínar fyrstu minuttir á besta liðið felagsins. 

B36 fekk 27 stig í 27 dystum í 1. deild í fjør og endaði á 8. plássi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2022

55 Leygardagur 03. desember 2022

ÍF hevur sett Gudmund Danielsen sum fysiskan venjara

39-ára gamli glyvramaðurin hevur útbúgving innan ítróttarvísindi, og hevur royndir frá KÍ og NSÍ seinastu seks árini

Gudmundur Danielsen saman við formanni felagsins, Georges Rouah (Mynd: ÍF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er ikki vanligt, at ÍF hevur fysiskan venjara fast tilknýttan, men nú hevur felagið kunngjørt, at Gudmundur Danielsen er settur sum fysiskur venjari hjá ÍF fyri 2023.

39-ára gamli glyvramaðurin hevur lisið ítróttarvísindi á Universitetinum í Aberdeen
Hann var frá 2017 til 2020 fysiskur venjari hjá KÍ, og seinastu tvey árini hevur Gudmundur verið  fysiskur venjari í NSÍ.

Í nýggja ÍF-húsinum er eitt stórt styrkirúm, sum helst verður endaliga klárt at taka í nýtslu í vetur. 

Besta manslið felagsins tryggjaði sær í ár uppflyting til Betrideildina aftur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2022

56 Leygardagur 03. desember 2022

Fleyr vísir styrki - ÍF veikleikar

Flogbóltur: Fleyr liggur óvæntað á odda í Føroya Tele-deildini hja monnum, nú kappingin er hálvrunnin

Bjarni Joensen frá SÍ og Mattias Nolsøe Isaksen frá Fleyr í dysti fyri Føroyar
SkrivaÐ:

Innsent

Nú Føroya Tele-deildin í flogbólti hjá monnum er knappliga hálvrunnin, liggur Fleyr heldur óvæntað á odda - eitt stig frammanfyri Mjølnir, sum tó hevur leikt ein dyst minni enn Fleyr. ÍF hevur víst seg at vera veikari enn væntað.

Fleyr
Eftir at øll liðini hava leikt annaðhvørt 7 ella 6 dystir, vísir tað seg, at tilgongdin hjá Fleyr av Phil Freere, sum leikandi venjara, hevur kastað væl av sær.

Fleyr er nú heldur óvæntað oddalið - eitt stig frammanfyri Mjølnir, sum tó hevur ein dyst til góðar. Fleyr hevur í fleiri ár havt nógvar ungar og sera evnaríkar leikarar sum Niels Niclasen, Mattias Nolsøe Isaksen, Dávið Ryan og aðrar, men hevur ikki megnað at fáa eindina at virka eftir vild. Tað kundi verið líkt til, at Phil Freere hevur gjørt mun her. 

Støðan í Føroya Tele-deildini hjá monnum:
1. Fleyr 18 stig (7 dystir)
2. Mjølnir 17 stig (6 dystir)
3. SÍ 7 stig (6 dystir)
4. ÍF 6 stig (6 dystir)
5. Ternan0 stig (7 dystir)

Mjølnir
Mjølnir hevur ikki víst somu sannførandi styrki sum undanfarnu trý árini. Mjølnir hevur fyribils valt ikki at finna annan leikara í staðin fyri Phil Freere, sum í steðginum fór úr Mjølni til Fleyr, men hevur í staðin valt a líta meira á sínar ungu leikarar, og so lata teir royndu Christian Imhoff, Thorvald Danielsen, Jóhan Arna Elisson Wang og Steffan Rosenlund bera tungu byrðurnar.

Spennandi verður at fylgja við, um Mjølnir fer at finna sær útlendskan styrk áðrenn evstamark, sum er seinni í kappingarárinum. Luttøkan hjá Mjølni í Nordic Club Championship fyrst í januar 2023 kundi verið hóskandi høvi til slíkan styrk.


SÍ hevur helst bjartastu ungu stjørnuna í føroyskum flogbólti, Bjarna Joensen, á sínum liði, og umframt tað, er liðið nøkulunda óbroytt samanborið við síðsta kappingarár.

Hóast hetta hava teir ikki megnað at gjørt seg veruliga galdandi og tikið kappingina upp við Mjølnir og Fleyr á oddanum í kappingini. Tað er eitt sindur ilt at meta um, hvørt SÍ fer at klára seg betur seinni í kappingini, men tað var ein meinbogi fyri liðið, at Mileta Vesovic ikki var tøkur fyrstu dystirnar hjá SÍ.

Tað verður tó sera spennandi at fylgja við á flogbóltsleiðini hjá Bjarna Joensen í framtíðini. Her eru uttan iva møguleikar í fleiri sterkum kappingum uttanlands.

ÍF
ÍF segði í kapppingarsteðginum mest vinnandi venjaranum í føroyskum mansflogbólti – Boban Ilic – farvæl. Ístaðin skuldi ukrainski Oleksandr Dmyttriiev taka yvir sum venjari og sum hevari fyri Áslak Holm, sum er farin til danskan flogbólt.

Vegna kríggið í Ukraina er Oleksandr tó nústani komin til ÍF. Av tí at Bjarni Larsen eisini hevur verið skaddur, hevur byrðan hjá Teiti Eliasen, Vukasin Nedeljkovic og unga Philip Ilic verið ov tung til, at ÍF higartil hevur gjørt seg galdandi í kappingini.

Sagt verður úr Fuglafirði, at Oleksandr spælir á so høgum stigi, sum higartil ikki er sæð í føroysku kappingini, og tí miðja teir framvegis eftir einum 2. plássi í minsta lagi, og harvið eftir einum finaluplássi.

Ternan
Ternan hevur tapt allar sínar dystir 3-0, og landsliðsleikarin Tryggvi á Brekkukletti hevur ikki megnað nærum einsamallur at borið liðið til sigurs í nøkrum av dystunum enn.

Ternan hevur tó eitt sera sannførandi ungdómsarbeiði, og fleiri av ungu leikarunum eru nú at síggja á ungu landsliðunum, so væntandi verður ikki leingi, til Ternan fer at geva hinum liðunum meira mótstøðu.

Sum støðan er nú, liggja Mjølnir og Fleyr trygt á finaluplássunum um føroyameistaraheitið, men við nýggjum styrki til ÍF verður spennandi at fylgja, um teir megna at vinna nóg mikið av stigum til at vinna seg upp millum Mjølnir og Fleyr, og harvið taka kappingina upp um finaluplássið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2022

57 Leygardagur 03. desember 2022

SÍ á odda - men Fleyr ætlar meira

Líkt er til, at Føroya Tele-deildin hjá kvinnum verður ein kapprenning millum hesi liðini

Mynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Innsent

Eftir fyrstu vikurnar í  Føroya Tele-deildini hjá kvinnum er trupult at síggja nakran hótta eina finalu ímillum Fleyr og SÍ - ímillum Iuliiu Kuvshinova og hennara fyrrverandi felag, SÍ.


Tað sá onki serligt úr hjá SÍ kvinnunum í summar. Talan var um stóra frágongd síðani síðsta kappingarár.

Iuliia Kuvshinova og Tóta Búadóttir fóru til Fleyr, Maria Sarita Lorenzen fór til Drátt, og síðani hava drúgvir skaðar darvað fleiri leikarum.

SÍ fekk síðani styrk í Svitlanu Shvanska úr Ukraina, og seinni Saru Hasku úr Albania. Umframt hetta hevur SÍ eina røð av ungum evnaríkum landsliðsleikarum sum Jannu Falkvard og Sofíu Weihe Simonsen. SÍ hevur tí megnað at hildið seg á oddanum av kappingini saman við Fleyr, sum er einasta liðið, sum hevur vunnið á SÍ.  

[object Object]
Sofía Weihe Simonsen í landsdysti

Fleyr
Føroyameistarin Fleyr hevur higartil vunnið allar sínar dystir í kappingini, tó at fyrsta stigið varð mist í 3-2 sigrinum á Mjølni seinasta leygardag.

Fleyr hevði stóra frágongd í steðginum, har m.a. Súsanna Sólrunardóttir Ludvig og Hanna Biskupstø fóru til danskan flogbólt, og Sarah Frings fór aftur til USA. Í staðin fyri at taka leikbrá á oddanum av flogbóltinum, tryggjaði felagið sær ístaðin besta leikaran í føroysku kappingini seinastu árini, Iuliiu Kuvshinova, og nýggjan hevara, Tótu Búadóttir, báðar úr SÍ. Haraftrat kom Óluva Mohr úr KÍF.

Umfamt hetta hava landsliðsleikarar, sum Kristina Knudsen, og ungir leikarar, sum Emma Michala Sannino og Helena Skylv Hansen, víst sínar dygdir.

TB
Tilfarið í stoypiskeiðini hjá venjaranum Arthuri D. Poulsen er betri, enn tað leingi hevur verið hjá TB. Sum altíð hevur TB nógvar ungar leikarar, sum eisini eru á landsliðunum – í løtuni serliga Jóhanna Christiansdóttir, Bjørk Brujn og Ranja Magnussen.

Saman við royndum leikarum, sum Sólvá Dimon og úrmælinginum Arianu Pereyra Gonzalez úr Argentina, kann TB geva einhvørjum liði dygga mótstøðu – serliga á heimavølli.

Tað er ivasamt, um TB rættiliga hevur styrkina at røkka einum finaluplássi í ár, men við tveimum dystum til góðar í mun til SÍ hevur TB møguleikan fyri at nærkast Fleyr og SÍ í oddinum. Kann TB leggja aftrat góðu gongdini, so eru útlit til, at tað aftur kann fara at gerast heilt stuttligt á Tvøroyri – sum í 2017, tá TB vann steypakappingina seinast, ella í 2015, tá TB var Føroyameistari.  

[object Object]
Tvey av ungu stjørnuskotunum hjá TB: Bjørk Lünell Bruhn og Ranja Jóhannesdóttir Magnussen

Dráttur
Dráttur segði í steðginum venjaranum Ragnari í Haraldstovu farvæl – hann er farin til Mjølnir. Á venjarasíðuni kom Eszter Sántosi-Tóth úr Ungarn, sum leikandi venjari, og harumframt kom Maria Sarita Lorenzen úr SÍ.

Eftir steðg frá flogbólti er Anna Súnadóttir Hansen byrjað aftur, men hinvegin er stórur saknur í Ruth Albinsdóttir, sum ikki er við í ár. Higartil hevur gingið heldur striltið hjá liðnum, og ilt er at síggja, at Dráttur kann taka kappingina upp við Fleyr ella SÍ um pláss í finaluni um FM-heitið í ár. Møguliga síggja tær møguleikan í steypakappingini.

Mjølnir
Mjølnir tóktist at satsa nakað til hesa kappingina við nýggja venjaranum Ragnari í Haraldstovu. Umframt hetta, so hevur Mjølnir fleiri landsliðsleikarar - Sirið Samson, Onnu Arnholdsdóttir og Amandu Niclassen.

Enn hevur hetta ikki rættiliga kastað tey nógvu stigini av sær. Møguliga tí Fleyr og SÍ hava satsað meira. Spennadi verður tó at síggja, um evnaríka Mjølnir-liðið vinnur seg longur fram seinni í kappingini, ella um tær fara at gera seg galdandi í steypakappingini.

KÍF
Ætlandi skuldi KÍF styrkja seg munandi til hetta kappingarárið, men av einihvørji orsøk bleiv hetta av ongum.

KÍF er sterkt á venjarasíðuni við Kristiani Mikkelsen og hevur umframt hetta landsliðsleikarar sum Milju Silvansdóttir og Jakobinu Joensen. Fyrstu fýra dystirnar eru tó einans 5 stig komin til høldar. Við einum og tveimum dystum til góðar, í mun til summi av hinum liðunum, er kortini stutt hjá KÍF at klintra upp á bronsuplássið, men tó er langt upp til Fleyr og SÍ.

Ternan
Ternan er nýtt lið í bestu kvinnudeildini og gevur hinum liðunum harða mótstøðu við Iani Dam á odda, sum venjara, og eitt av essunum hjá honum er afturkoman av Birgit Guttesen, sum longu aftur telist millum bestu leikararnar í Føroya Tele-deildini, so spennandi verður, tá nýtt landslið í næstum skal takast út til Silver League kappingina í mai og juni 2023.

Ternan vann sær higartil einasta stigið í 3-2 tapinum fyri KÍF, men væntast kann, at tá Ternan vinnur fyrsta dystin, koma aðrir sigrar honum á baki. Óføra ungdómsarbeiðið hjá Ternuni ger, at ongin ivi er um, at næstu árini verður Ternan eitt av liðunum, ið roknast skal við í landskappingunum.

[object Object]
Liðið av Toftum

Tvey full umfør eru á skránni áðrenn stegðin.

Støðan í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum:
SÍ 18 stig (7 dystir)
Fleyr 17 stig (6 dystir)
TB 9 stig (5 dystir) 
Dráttur 7 stig (7 dystir)
Mjølnir 6 stig (6 dystir)
KÍF 5 stig (5 dystir)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2022

58 Leygardagur 03. desember 2022

Flogbóltur: Dramatiskt hóskvøld í Sørvági

Drama var í Sørvági hóskvøldið, tá SÍ og Mjølnir møttust í Føroya Tele-deildini hjá monnum í flogbólti

Á myndini síggja vit teir tríggjar Mileta Vesovic, Silas Poulsen og Bjarna Joensen hjá SÍ
SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Tele-deildin, menn:
SÍ – Mjølnir 3-2 (25-18, 16-25, 23-25, 25-21, 15-11)

Meðan drama var í bólki E í HM-kappingini í fótbólti hóskvøldið, var eitt annað drama í Sørvági, tá SÍ og Mjølnir møttust í Føroya Tele-deildini hjá monnum í flogbólti. 

Eftir at SÍ hevði vunnið fyrsta settið 25-18, vann Mjølnir tvey tey næstu 25-16 og 25-23, áðrenn SÍ vann fjórða settið 25-21 og javnaði til 2-2, og dysturin tí skuldu avgerast við javnbrótara. 

SÍ fleyg avstað og legði seg á odda 5-0, og tá fór tað altíð at gerast torført hjá Mjølni at koma afturíaftur. Men spakuliga át Mjølnir burtur av leiðsluni hjá SÍ, og munurin minkaði til støðuna 10-9 til SÍ. Mileta Vesovic gjørdi tað til 11-9, men síðani fór servan hjá SÍ í netið, og so var aftur bert eitt á muni, 11-10.

SÍ smassjaði síðani í blokkin og út, men tað sama gjørdi Mjølnir stigið eftir, og so var 12-11 til SÍ. Mjølnir mundi halda seg minka um munin til 12-13, men SÍ fekk bæði smassjini uppaftur og vann sær dystarbólt. Hann helt Bjarni Joensen seg hava vunnið við smassji, men bólturin kom tó yvirumaftur, men í aðru atløgu buldraði Bjarni bóltin í gólvið hjá Mjølni, og so vann SÍ javnbrótaran 15-11 og dystin 3-1.

Tey tvey stigini muna tó ikki tað stóra hjá SÍ á stigatalvuni, tí framvegis eru 9 stig upp til Mjølnir og Fleyr, sum liggja á teimum báðum fremstu plássunum, sum geva atgongd til FM-finalurnar.

Men sigurin gevur kortini SÍ blóð uppá tonnina, nú farið verður í holt við steypakappingina eftir nýggjár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2022