Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 07. Jan 2023 | Nr. 1 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Bløðini avstað við meginpartinum

SíÐa 2

1 Leygardagur 07. Jan 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Telvingin um sessirnar

Loksins kom samgongukabalin upp á pláss, tá løgtingsnevndirnar vórðu valdar á drúgvum tingfundi hósdagin.

Tað er væl skiljandi, at uttanfyristandandi standa spyrjandi mótvegis tí leiki, sum fór fram í tinghúsinum allan hendan dagin eftir at nývalda tingforkvinnan hevði sett fundin nakað eftir ásettu tíð, fyri síðan at niðurleggja hann aftur, fyri at fáa nevndirnar mannaðar.

Víst er tað eitt umfatandi putlispæl, ið skal fáast upp á pláss, so at býtið er rættvíst. Men tað er at undrast yvir, at neyðugt er at seta og niðurleggja tingfund upp í fleiri ferðir fyri at geva flokkum og tingfólkum stundir at arbeiða við hesum.

Sjálvandi átti hetta arbeiðið at verið gjørt áðrenn kallað varð til tingfundar. Hetta er fótarbeiði, ið eigur at vera gjørt í forleingilsi av samgongusamráðingunum og málsøkjabýtinum.

Nevndarkabalin eigur at vera gjørt áðrenn tingið verður kallað saman, so at tað bert var ein fráboðan, ið skuldi avgreiðast, tá fundurin varð settur. Men har fekk nývalda tingið so enn ein heilan fundardag at ganga uttan at tingarbeiðið sum so kom í gongd. Vorðið sum...

Hyggja vit eftir úrslitinum, eru nøkur val, sum ein kann loyva sær at undrast yvir. Eitt nú hvørjir sessir vórðu fullu tinglimunum hjá Javnaðarflokkinum í lut. At flokkurin fær fýra formanssessir, móti einum til Tjóðveldi og einum til Framsókn, er til at skilja, tí javnaðurin er undirumboðaður í landsstýrinum í mun til tingfólkatalið.

Skal man tosa um einstakar vinnarar í nevndarsessabýtinum so er ein greiður vinnari at finna her. Tingmaðurin Bjarni Hammer gjørdist ikki bert formaður í týdningarmiklu uttanlandsnevndini – hann gjørdist eisini limur í valdsmiklu fíggjarnevndini. Tað var væl telvað av honum.

Eftir sita javnaðarfólk, sum einans hava fingi ein meinigan sess í onkrari minni spennandi tingnevnd, eitt nú Kim Durhuus (rættarnevndin), Kristianna Winther Poulsen (rættarnevndin) og Uni Holm Johannesen (vinnunevndin). Eisini ‘the grand old man’, Hendrik Old, sum bert fekk umboð í rættarnevndini, men fekk so eisini Útnorðurráðið - ein sess, hann hevur ‘átt leingi’.

Hjá Tjóðveldi undra vit okkum yvir, at flokkurin hevur latið nógv flest nevndarsessir til tey nývaldu og harvið óroyndu. Eirikur í Jákupsstovu fær tó bert ein sess, men tað er í valdsmiklu fíggjarnevndini. Liljan Weihe hevur fingið tríggjar (mentanar-, trivnaðar- og uttanlandsnevndin), meðan Erling Eidesgaard má metast sum eitt slag av toppskorara við at vera valdur í fýra nevndir og ráð: Mentanarnevndina, Norðurlandaráðið, Útnorðurráðið og so er hann ein av løgtingsgrannskoðarunum eisini.

Annika Olsen, sum hevur drúgvar royndir sum ting- og landsstýriskvinna, umenn í øðrum flokki, fekk bert tveir sessir (uttanlands- og vinnunevnd).

Í Fólkaflokkinum tykist nevndarbýtið at vera rættiliga sjálvsagt. Formaðurin tekur bara fíggjarnevndina og Jørgen Niclasen fær formansskapin í trivnaðarnevndini, ein sessur, sum hann eisini røkti undan løgtingsvalinum.

Hjá Sambandsflokkurin er valið kanska eitt sindur meira undrunnarvert. Maðurin, sum kom inn sum eykafólk eftir seinasta val, og endaði sum fíggjarnevndarformaður, hevur ikki fingið, ella hevur frávalt, pláss í fíggjarnevndini hesaferð. Har situr nú Magnus Rasmussen. Ístaðin hevur Erhard Joensen fingið formanssessin í vinnunevndini.

Hinvegin eru kapasitetir við drúgvum politiskum royndum, sum bert hava einstakar minni týðandi nevndarsessir. Her verður hugsað um Kaj Leo Holm Johannessen (trivnaðarnevndin), Helgi Abrahamsen (rættarnevndin) og fráfarandi løgmann, sum ‘bara’ situr í uttanlandsnevndini umframt landsstýrismálanevndini.

Teir smáu flokkarnir, Framsókn og Miðflokkurin, hava báðir fingið umboðan í týdningarmiklu fíggjar- og uttanlandsnevndunum. Hetta er alla æru vert – eitt greitt frambrot fyri fólkaræðið.

Farna skeiði vóru allir táverandi flokkar umboðaðir í fíggjarnevndini, men hvørki Framsókn ella Sjálvstýri sótu í uttanlandsnevndini. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2729

    Lisnar síður: 9050

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 07. Jan 2023

Bløðini avstað við meginpartinum

Dimmalætting og Sosialurin kunnu vera væl nøgd, tí tá rakstrarstuðul er íroknaður, fóru nú samanlagdu miðlarnir avstað við hálvari aðru millión í miðlastuðli

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tveir miðlar, sum á nýggjárinum løgdu saman, hava fingið meginpartin av miðlastuðlinum fyri 2022.

Dimmalætting hevur fingið mest, og hevur samlað fingið góðar 800.000 krónur úr landskassanum. Sosialurin hevur tilsamans fingið 723.000 krónur í stuðli.

Les eisini: Sosialurin og Dimmalætting leggja virksemið saman

2022 var fyrsta árið við broytta miðlastuðlinum sum merkir, at rakstarstuðulin bert er ein triðingur av teimum báðum milliónumum, sum eru settar av á fíggjarlógini. Hinir báðir triðingarnir eru latnir út til sum verkætlanarstuðul.

Og her eru tað Dimmalætting og Sosialurin, sum hava verið uppfinningarsom og dugað best at skriva umsóknir. Dimmalætting hevur fingið 692.027 í stuðli til sjey verkætlanir. Sosialurin hevur eisini fingið stuðul til sjey verkætlanir, men hava fingið 497.220 krónur at gera tær fyri.

Størsti stuðulin til eina einstaka verkætlan er til kaffiprát-poddin “Skannarin” hjá Dimmalætting, sum skal viðgera miðlarnar í Føroyum og mál, sum eru frammi. Í fyrsta stuðulsumfari fekk sendingin sum fyrst hevði heitið “Knarrið” 242.903 krónur. Í seinna umfarið fekk sendingin 104.556 krónur.

Nýggj miðlastuðulsnevnd varð vald í oktober í 2022. Hallbera West varð vald sambært tilnevning frá Fróðskaparsetri Føroya, John Johannensen varð valdur sambært tilvevning frá Føroysk miðlafólk, og Bjørk Maria Kunoy varð vald sum forkvinna sambært tilnevning frá Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum Føroya. Varafólk teirra eru Sigrún Hallursdóttir Brend, Martin N. Simonsen og Dánjal Højgaard.

Í vár fingu 13 verkætlanir tilsamans kr. 1.080.643,28 í verkætlanarstuðli, og stuðulin varð latin soleiðis:

Sosialurin við verkætlanini “Sjónvarp á netinum” kr. 49.920,00
Sosialurin við verkætlanini “Ummæli” kr. 97.500,00
Dimmalætting við verkætlanini “Knarrið” kr. 242.903,85
Sosialurin við verkætlanini “Skapanarverk” kr. 76.000,00
FM 1 við verkætlanini “Prestar og kirkjur” kr. 60.000,00
Dimmalætting við verkætlanini “Uttanfyri sitat” kr. 44.322,13
Dimmalætting við verkætlanini “Aling fyri Havnafólk” kr. 74.761,54
Dimmalætting við verkætlanini “Fiskur fyri Havnafólk” kr. 74.761,54
Sosialurin við verkætlanini “Tilflytarar” kr. 60.000
Dimmalætting við verkætlanini “Vísund” kr. 79.799,40
Dimmalætting við verkætlanini “Ung listafólk” kr. 70.915,40
Portal.fo við verkætlanini “Politiskt tilfar” kr. 70.000,00

Nú í vetur vóru sostatt kr. 319.356,73 eftir at lata í verkætlanarstuðli, og stuðulin er latin soleiðis:
Sosialurin við verkætlanini “Løgmenn” kr. 52.000
Sosialurin við verkætlanini “Tíðindi kring landið” kr. 95.200
Sosialurin við verkætlanini “Heilsa” kr. 67.600
Dimmalætting við verkætlanini “Skannarin” kr. 104.556,73

Miðlastuðul við støði í lønarútreiðslum

Kr. 599.999,99 eru latnar í rakstrarstuðli. Sjey miðlar søktu um hendan miðlastuðulin, og allir luku treytirnar fyri stuðul. 

Býtið millum miðlarnar er sum víst niðanfyri við støði í fíggjarligum upplýsingum frá 2021:
Sosialurin kr. 225.794,60
Portal.fo kr. 118.692,72
Dimmalætting kr. 110.727,31
Norðlýsið kr. 62.065,46
FM1 kr. 53.291,50
Vágaportalurin kr. 22.570,34
JN.fo kr. 6.858,06

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2023

3 Leygardagur 07. Jan 2023

Mest lisnu stubbarnir í 2022

Kavamyndir, Trom, Fólkaflokkurin, skriða, og føroyskt reality í Danmark. Her eru mest lisnu tíðindastubbarnir í ár

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er ymiskt hvat hevur hugtikið brúkararnar á Portalinum í 2022, men løgreglan er rættiliga afturvendandi. 

Eisini fyllir stríðið í Fólkaflokkinum nakað, bæði við Anniku Olsen sum reyk úr tinginum, og Jørgen Niclasen sum reyk, sum landsstýrismaður. Millum mest lisnu tíðindastubbar er eisini føroyskt reality í Danmark.

Í listanum omanfyri hava vit lúkað tíðindastubbar um vanlukkur út.


1. Omanfyri 100 kavamyndir úr øllum Føroyum

[object Object]

17. desember: Upp á stutta tíð kom ein øgilig rúgva av kava niður, og tá Portalurin heitti á fólk um at senda myndir inn varð ikki hildið aftur. Sí grein.


2. Myndir: Trom og reyð langmotta í Løkshøll

[object Object]

12. februar: Ein leygardag seinnapart í februar mánað var stóra krimirøðin Trom frumsýnd í Løkshøll. Vit vóru við á reyðu langmáttuni. Sí grein.


3. Fleiri myndir av skriðuni í Klaksvík

[object Object]

19. desember: Ógvusligar myndir úr Klaksvík 19. desember, har skriðulop høvdu við sær, at fólk máttu sleppa sær til rýmingar. Sí grein.


4. Løgreglan pakkað saman í Sørvági

[object Object]

20. oktober: Løgreglan fór væl alvápnað til Sørvágs, og einki fekst at vita hvat var hent. Seinni skiltist á løgregluni, at talan var um ein mann við sálarligum trupulleikum, sum førdi til støðuna. Sí grein.


5. Jørgen Niclasen leggur frá sær sum landsstýrismaður

[object Object]

16. februar: 16. februar kom fram, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og formaðurin í Fólkaflokkinum nakrar dagar frammanundan var tikin av løgregluni við alkoholi í blóðinum. Sí grein.


6. Hvarv við Trælanípuna: Familjan vil hava hjálp at uppklára málið

[object Object]

16. november: Ein kinesisk kvinna hvarv við Trælanípuna 7. oktober. Familja hennara vil vera við, at nógvir illgrunasamir partar eru í málinum, og leita nú eftir vitnum í Føroyum. Sí grein.


7. Annika Olsen: Fólkaflokkurin brúkar diktatur og valdsmisnýtslu

[object Object]

5. januar: Nógv hendi í Fólkaflokkinum í árinum, sum fer. Annika Olsen endaði uttanfyri tá Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fóru frá sum landsstýrisfólk. Alt fyri at forða málinum um sammøður at vera samtykt. Sí grein.


8. Flogfar hjá Royal Air Force flýgur lágt yvir Føroyum

[object Object]

27. september: Fleiri undraðust yvir eitt flog, sum fleyg lágt yvir Føroyum í septembermánað. Talan var um eitt flogfar hjá Royal Air Force í Bretlandi, sum gjørdi venjingar, upplýsti Uttanríkistænastan. Sí grein.


9. Gularót til tey sum hava aktað og fingið sær trý prik

[object Object]

17. januar: Ein gularót varð um miðjan januar givin teimum, sum høvdu tikið av trimum koppsetingarprikum frá myndugleikunum. Tey við trimum prikum skuldu ikki longur í sóttarhald. Sí grein.


10. Teresa brýtur tøgnina

[object Object]

27. mai: - Hetta er tað harðasta, eg havi upplivað og als ikki stuttligt, at ein so eyðmýkjandi støða er almenn, segði unnustan hjá Teiti Skoubo, Teresa Ovenberg. Hetta var stutt eftir at Teitur Skoubo hevði fingið hálvt triðja ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku. Teitur Skoubo er síðani fríkendur í neyðtøku, men fekk dóm fyri harðskap. Sí grein.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2022

4 Leygardagur 07. Jan 2023

Yvirlit: Soleiðis eru nevndirnar mannaðar

Allan hósdagin varð telvað um hvussu løgtingsnevndirnar skulu mannast

Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi er forkvinna í rættarnevndini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað tók drúgva tíð at fáa fyrsta tingfundin undir leiðslu av nýggju tingforkvinnuni, Bjørt Samuelsen, avgreiddan. Uppgávan hjá tinginum hósdagin var at manna føstu nevndirnar.

Eftir at tingfundurin varð settur eftir ætlan kl. 11, varð tingfundurin slitin, so at teir báðir valbólkarnir - samgongan og andstøðan - kundu býta nevndarsessirnar ímillum sín.

Eftir at hetta var komið upp á pláss, fóru flokkarnir hvør til sítt fyri at seta nøvn á teir ymsu nevndarsessirnar.

Og tað varð ikki fyrr enn beint fyri klokkan 18, at tingið - eftir fleiri útsetingar - kundi setast aftur fyri at kunngera nevndarbýtið.

Javnaðarflokkurin fær tveir tungar sessir. Fíggjarnevndina og uttanlandsnevndina. Tjóðveldi fær formanssessin í rættarnevndini og Framsókn fær formanssessin í mentanarnevndini.

Andstøðan er eisini sloppin framat, og Fólkaflokkurin fekk trivnaðarnevndina og Sambandsflokkurin vinnunevndina.

Fíggjarnevndin
Eyðgunn Samulsen, forkvinna (C)
Beinir Johannesen (A)
Bjarni Hammer (C)
Eirikur í Jákupsstovu (E)
Hanna Jensen (F)
Magnus Rasmussen (B)
Steffan Klein Poulsen (H)

Landsstýrismálanevndin
Hans Jacob Thomsen, formaður (C)
Hanna Jensen (F)
Bárður á Steig Nielsen (B)

Mentanarnevndin
Sólvit E. Nolsø, formaður (F)
Súsanna Bertholdsen (C)
Jóhannis Joensen (C)
Erling Eidesgaard (E)
Liljan Weihe (E)
Magnus Rasmussen (B)
Bárður á Lakjuni (A)

Rættarnevndin
Hervør Pálsdóttir, forkvinna (E)
Kim Durhuus (C)
Kristianna Winther Poulsen (C)
Henrik Old (C)
Helgi Abrahamsen (B)
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (A)
Steffan Klein Poulsen (H)

Trivnaðarnevndin
Jørgen Niclasen, formaður (A)
Árni Skaale (A)
Kaj Leo Holm Johannesen (B)
Johan Dahl (B)
Hans Jacob Thomsen (C)
Súsanna Bertholdsen (C)
Liljan Weihe (E)

Uttanlandsnevndin
Bjarni Hammer, formaður (C)
Liljan Weihe (E)
Annika Olsen (E)
Sólvit E. Nolsø (F)
Bárður á Steig Nielsen (B)
Jacob Vestergaard (A)
Jenis av Rana (H)

Vinnunevndin
Erhard Joensen, formaður (B)
Eyðdis Hartmann Niclasen (B)
Jørgen Niclasen (A)
Árni Skaale (A)
Uni Holm Johannesen (C)
Annika Olsen (E)
Karlot Hergeirsson (F)

Løgtingsgrannskoðarar
Jóannes Joensen (C)
Erling Eidesgaard (E)
Erhard Joensen (B)
Jacob Vestergaard (B)

Norðurlandaráðið
Erling Eidesgaard (E)
Johan Dahl (B)

Útnorðurráðið
Henrik Old (C)
Erling Eidesgaard (E)
Karlot Hergeirsson (F)
Jenis av Rana (H)
Bárður á Lakjuni (A)
Eyðdis Hartmann Niclasen (B)

Tingformansskapurin
Beint fyri jól varð tingformansskapurin valdur:

Bjørt Samuelsen, tingforkvinna (E)
Jóhannes Joensen, 1. næstfirmaður (C)
Johan Dahl, 2. næstfirmaður (B)
Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, 3. næstforkvinna (A)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2023

5

Størv

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024
6 Leygardagur 07. Jan 2023

Yngsta landsstýrisfólkið nakrantíð

Bjarni Kárason Petersen var eina viku yngri enn Annlis Bjarkhamar var tá hon gjørdist landsstýriskvinna

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nývaldi landsstýrismaðurin við lógar- og innlendismálum, Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn er yngsti landsstýrismaður, sum nakrantíð er settur í Føroyum.

Hann var 28 ár og 130 dagar, tá ið hann tann 22. desember 2022 varð settur í starv sum landsstýrismaður við lógar- og innlendismálum.

Heimasíðan valurslit.fo hevur hugt eftir aldrinum á teimum yngstu fólkunum, sum hava sitið í Føroya landsstýri, og kann staðfesta, at Bjarni K. Petersen var júst eina viku yngri enn Annlis Bjarkhamar úr Tjóðveldisflokkinum var, tá hon varð gjørdist landsstýriskvinna við mentamálum 6. juni 2002.

Annlis var 28 ár og 137 dagar.

Tað eru trý fólk, sum hava verið 28 ár tá tey vórðu vald í landsstýrið. Hin triði er Heðin M. Klein, eisini úr Tjóðveldisflokkinum, sum var 28 ár og 329 dagar, tá ið hann í januar 1979 gjørdist landsstýrismaður við fiskivinnu- og kommunumálum.

Onnur dømi um ung landsstýrisfólk:

Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum var 29 ár, tá ið hann gjørdist landsstýrismaður við fiskivinnumálum í 1998

Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum var 29 ár, tá ið hann gjørdist landsstýrismaður við samferðslu- og skúlamálum í 1979

Páll Vang úr Fólkaflokkinum var 31 ár, tá ið hann gjørdist landsstýrismaður við landbúnaðar-, heilsu-, samferðslu- og løgmálum í 1981

Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum var 31 ár, tá ið hann gjørdist landsstýrismaður við fíggjarmálum í 2004

Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum er 31 ára gomul, nú hon gjørdist landsstýriskvinna við umhvørvismálum í 2022

Kelda: valurslit.fo 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2023

7 Leygardagur 07. Jan 2023

Hervør er virkandi næstforkvinna í Tjóðveldi

27-ára gamla tingkvinnan er júst farin undir sína setu nummar tvey fyri Tjóðveldi og skal nú vera tingbólkaforkvinna floksins. Hon avloysir Sirið Stenberg, sum nú er landstýriskvinna

- Tað er ein stórur heiður og ein stór ábyrgd, at sleppa at leiða flokkin á tingi. Mítt greiða mál verður, at tað skal væl og virðiliga merkjast, at Tjóðveldi aftur er í landsins stjórn, sigur Hervør Pálsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sambært reglum Tjóðvelds kunnu formaður og næstforkvinna floksins ikki sita í landsstýri í senn. Tá gerst umboðið fyri tingbólkin í aðalstjórnini virkandi næstforfólk, skrivar Tjóðveldi.

Harvið verður Sirið Stenberg ikki næstforkvinna hesa tingsetuna. Á tingbólkafundi hjá Tjóðveldi hósdagin, varð Hervør Pálsdóttir vald í sessin. Hesum boðar flokkurin frá í tíðindaskrivi.

- Eg gleðist um at vit sleppa til verka. Tað er ein stórur heiður og ein stór ábyrgd, at sleppa at leiða flokkin á tingi. Mítt greiða mál verður, at tað skal væl og virðiliga merkjast, at Tjóðveldi aftur er í landsins stjórn, sigur Hervør Pálsdóttir. 

Umframt at vera næstforkvinna, er 27-ára gamla Hervør Pálsdóttir eisini forkvinna hjá Tjóðveldi á Løgtingi – sokallað tingbólkaforkvinna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2023

8 Leygardagur 07. Jan 2023

Farmaflogfarið hjá FarCargo er seinkað

FarCargo væntar nú at levering av farmaflogfarinum verður í fyrsta ársfjóringi 2023

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ætlanin hjá Pf. FarCargo var at fáa leverað sítt Boeing 757 farmaflogfar í desember síðsta ár.

FarCargo væntar nú at levering av farmaflogfarinum verður í fyrsta ársfjóringi 2023.

Fyrireikingarnar til farmaflogverkætlanina hjá FarCargo hava, burtursæð frá seinkingum av sjálvum flogfarinum, gingið sum ætlað.

Eitt nú hevur felagið longu sett part av flogmanningini, sum síðstu mánaðirnar hava verið til kravdar simulator útbúgving í Frankaríki fyri at lúka krøvini til flúgving av Boeing 757 flogtypuni.

Harumframt hevur FarCargo arbeitt miðvíst saman við sínum samstarvspartnarum at fáa neyðug viðurskiftið og loyvir uppá pláss áðrenn sjálv flúgvingin byrjar.

Ætlanirnar at byrja farmaflúgving millum Føroyar og USA við laksi frá Bakkafrost og at bjóða flogfarmatænastur á heimferðini til Føroyar umvegis Danmark eru tí framvegis óbroyttar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2023

9 Leygardagur 07. Jan 2023

Tríggir nýggir fyribils aðalstjórar

Broytingar eru gjørdar í landsfyrisitingini nú nýggj stjórn hevur tikið við og nýggj aðalráð eru

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Trý nýggj fólk eru fyribils sett at røkja starvið sum aðalstjórar í landsfyrisitingini.

Nella Festirstein, deildarstjóri á lógartænastuni, er sett fyribils sum aðalstjóri í nýggja Lógar- og innlendismálaráðnum. Somuleiðis er Pól E. Egholm, deildarstjóri á vinnudeildini, settur fyribils sum aðalstjóri í nýggja Umhvørvismálaráðnum.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, hevur valt at takka fyri seg eftir 17 ár sum aðalstjóri. Fyrstu tíðina fer Rógvi at virka sum serligur ráðgevi í Fiskimálaráðnum, men eftir ætlan fer hann eisini at átaka sær aðrar uppgávur í landsfyrisitingini. Elin Mortensen, sendikvinna Føroya til Evropa Samveldið, er fyribils sett sum aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.

Tey trý aðalstjórastørvini verða lýst leys seinni í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2023

10 Leygardagur 07. Jan 2023

Fyritøka meldað til løgregluna fyri brot á dátuverndarlógina

Dátueftirlitið mælir til at fyritøkan fær eina sekt upp á 100.000 krónur

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Dátueftirlitið hevur heitt á løgregluna um at skuldseta eina fyritøku fyri brot á dátuverndarlógina.

Í august í ár gjørdist Dátueftirlitið varugt við, at ein fyritøka savnaði og goymdi persónupplýsingar uttan neyðuga heimild og uttan at veita teimum skrásettu nøktandi kunning.

Dátueftirlitið hevur heitt á løgregluna um at skuldseta fyritøkuna fyri fleiri brot á dátuverndarlógina og mælt til, at malskravið verður ein sekt upp á 100.000 krónur. Støddin á sektini er ásett sambært vegleiðingini hjá danska Datatilsynet. 

Fyritøkan bjóðaði veitarum at lýsa umvegis heimasíðuna hjá fyritøkuni. Tey skrásettu kundu so seta seg í samband við hesar veitarar gjøgnum heimasíðuna hjá fyritøkuni. Men tá hetta var gjørt var skipanin hjá fyritøkuni sett at savna inn og goyma upplýsingar um tey skrásettu. Talan var um upplýsingar, ið annars bert vóru ætlaðar viðkomandi veitara. Hetta varð gjørt, uttan at fyritøkan hevði fingið samtykki frá teimum skrásettu, og uttan at fyritøkan á nøktandi hátt kunnaði tey skrásettu um hvat fór fram.

Undir viðgerðini av málinum gjørdist greitt, at fyritøkan hevði tvær ymiskar skipanir til sama endamál, og at báðar skipanir vóru stillaðar at goyma persónupplýsingar, ið bert vóru ætlaðar til tann veitara, ið tann skrásetti setti seg í samband við. Dátueftirlitið metti, at í einum tíðarskeiði á umleið hálvanannan mánað hevði onnur skipanin í 16 førum ólógliga savnað inn persónupplýsingar.

Fyritøkan sjálv metti seg hava fingið samtykki, tí at tey skrásettu sjálv høvdu tøppað upplýsingarnar inn í skipanina. Fyritøkan metti seg eisini hava givið teimum skrásettu kunning, tí í skipanini stóð ein stuttur tekstur um, at eitt avrit av boðunum varð sent til fyritøkuna. Men sambært dátuverndarlógini eru ávísar treytir til eitt samtykki og til kunningin til tann skrásetta. Í hvørgum av førunum livdi fyritøkan upp til treytirnar í løgtingslógini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2023

11 Leygardagur 07. Jan 2023

Serlig støða at koma í

Alt samskifti í parti av Norðoyggjum lá lamið stóran part av degnum í gjár. Samskift varð umvegis VHF-radio hjá alibátunum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein stóran part av degnum síðsta fríggjadag lá alt fartelefon-, fastnet- og internetsamskifti lamið í stórum parti av Norðoyggjum.

Bygdirnar sum vóru ávirkaðar vóru tær eystanfyri Árnafjarðartunnilin, Árnafjørður, Norðdepil, Hvannasund, Viðareiði, Svínoy og Fugloy.

Sum skilst var ein fipurkaðal slitnaður nærhendis tunnilsmunnanum í Árnafjarðartunlinum við Ánirnar.

Tað var ein serlig støða at koma í. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn fekk til dømis ikki samband við patruljuna, sum hann hevði sent norð at stongja tunlarnar.

Fráboðanin kom beint fyri klokkan 10, og ikki fyrr enn klokkan um nátturðatíð fríggjakvøldið, var trupulleikin loystur. Tí var neyðugt at finna aðrar samskifitisloysnir.

VHF radio í alibátunum var brúkt, so samskiftast kundi til sivilisatiónina í Klaksvík í so fall at okkurt skuldi verið áfatt.

Tunlarnir norður um Fjall vóru stongdir í einar tríggjar tímar meðan arbeitt var við at loysa trupulleikan, frá klokkan 16 til umleið klokkan 19.

Hildið verður, at óhappið er hent av kavagravingini seinastu dagarnar, og at fipurkaðalin, sum inniheldur nógvar aðrar kaðalar, ikki toldi viðferðina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2022

12 Leygardagur 07. Jan 2023

Vit innfluttu færri nýggjar persónbilar í 2022

1.642 nýggj persónbilar vórðu skrásettir í fjør – hetta er 347 færri enn í 2021

(Tilvildarlig savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Talið av nýskrásettum persónbilum var munandi færri í 2022 enn árið fyri. Afturgongdin var 17,45 prosent, vísa hagtølini hjá Akstovuni.

Í 2022 vórðu 1.642 nýggj persónbilar skrásettir í mun til 1.989 árið fyri. Vit skulu heilt aftur til 2014 fyri at finna sama støði í talinum av nýinnfluttum persónbilum. Tá komu 1.632 nýggir bilar til landið. Hagtølini fyri hini árini vóru: Í 2015: 1.823, í 2016: 1.976, í 2017: 1.954, í 2018: 2.147, í 2019: 2.220 og í 2020: 1.882.

Tilsamans vórðu 2.281 akfør skrásett í fjør, hetta er 558 færri enn árið fyri, ella ein afturgongd á næstan 20 prosent.

Av teimum 2.281 nýskrásettu akførunum vóru 1.643 persónbilar, 302 vøruvognar,122 viðfestivognar, 75 prutl, 32 hýruvognar, 23 neyðsendarakfør, 20 lastbilar, 18 bussar, 11 motorsúkklur, 10 kampingvognar, 9 kampingbilar, 7 leguvognar, 6 lendisakfør, 2 smábussar og 2 tangabilar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2023

13 Leygardagur 07. Jan 2023

Beint yvir 5.000 bilar um dagin í Eysturoyartunlinum

Hetta vísa tølini hjá tunnilsfelagnum fyri 2022, og eru hetta 573 fleiri bilar í miðal um dagin samanborið við 2021

Ferðslan er ikki á einum støði enn, har tað fíggjarliga hongur saman
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ferðslan í Eysturoyartunlinum kvinkaði nakað uppeftir í 2022, um samanborið verður við 2021, ið frammanudan var einasta fulla árið, ið undirsjóvartunnilin hevði verið opin fyri almennari ferðslu.

Kringvarpið, ið hevur fingið fatur á tølum frá tunnilsfelagnum, skrivar, at 5.021 bilar koyrdu í Eysturoyartunlinum í miðal hvønn dag í fjør, og at tað eru 573 fleiri bilar í miðal um dagin samanborið við 2021. 

Hetta er nakað frá málinum og mátinum fyri, at tað kann hanga saman fíggjarliga hjá partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlum. Hetta talið er 2.200 bilar um samdøgrið fleiri, sambært stjóranum Teiti Samuelsen.

Tað kostar framvegis yvir 70 krónur fyri túrin við vanligum haldi.

Kringvarpið skrivar eisini, at talið fyri desember er 2022 var nakað hægri enn árið fyri: Í síðsta mánaði koyrdu 5.169 bilar í tunlinum um samdøgrið, í mun til 4.619 í 2021.

Ferðslan var tó nakað minni í bæði Norðoyartunlinum og í Vágatunlinum í síðsta mánaði í 2021. Hetta kann hanga saman við, at ferðsla sjálvdan kundi fara gjøgnum tunlarnar - serliga Norðoyatunnilin - seint um kvøldið fram til tíðliga um morgunin tað mesta av mánaðinum; hetta vegna arbeiði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2023

14 Leygardagur 07. Jan 2023

Stongt fyri ferðslu um næturnar í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum

Fyri Vágatunnilin er hetta í fyrstu syftu galdandi frá sunnukvøldinum til fríggjamorgunin í næstu viku - fyri Norðyatunnilin verður tað væntandi fram til apríl. Stongt verður klokkan 22 til klokkan 06 - tó verður ferðsla leidd ígjøgnum fýra ferðir um neyðugt

Tað verður arbeitt í Vágatunlinum um næturnar í næstu viku
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Norðyatunnilin var stongur fyri ferðslu hvørja nátt frá 27. november til og við 22. desember. Hetta var í samband við at millum annað ljósskipanin og ventilatorarnar skuldu umvælast.

Tað var eisini stongt fyri ferðslu í Vágatunnlinum nakrar nætur, og frá sunnukvøldinum, 8. januar, verður sama skipan galdandi.

- Norðoyatunilin og Vágatunilin eru stongdur fyri ferðslu hvørja nátt alla komandi viku frá sunnukvøld 8. januar kl. 22 til fríggjamorgunin 13. januar kl. 06. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04.

Hesum boðar tunnil.fo frá. Arbeiðið skal gerast liðugt, og ógreitt er, hvussu leingi hetta tekur í Vágatunnilin. Norðoyatunnilin verður stongdur fyri ferðslu hvørja nátt næstu mánaðirnar - væntandi til apríl skrivar tunnil.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2023

15 Leygardagur 07. Jan 2023

Yvir 400.000 ferðafólk í fjør

Talan er um næsthægsta talið hjá Vága Floghavn fyri eitt ár, og er flogferðslan næstan komin upp á tað støðið, sum áðrenn korona

Tað ferðaðust 406.453 um flogvøllin í Vágum, og er hetta næstbesta árið hjá Vága Floghavn. Bert í 2019 vóru fleiri ferðafólk (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir tvey ár har avmarkingar settu sín dám á, hevur 2022 verið sum eitt vanligt ferðamannaár.

Í roynd og veru hevur árið verið heilt gott, í mun til flogferðsluna í Føroyum. Tað ferðaðust 406.453 um flogvøllinum í Vágum, og er hetta næstbesta árið hjá Vága Floghavn.

Ferðafólkatalið hevur bert verið hægri einaferð áður. Tað var í 2019, beint áðrenn koronufarstóttin fór at seta dám á. Tá vóru ferðafólkini 424.281; tað vil siga, at næstan 18.000 fleiri enn í fjør. 

Ferðafólkatalið í 2022 var harvið beint undir 96 prosent av tí, sum tað var í 2019.

Í desember í fjør vóru ferðafólkini 22.373, níggju prosent færri enn í desember 2019, tá tey vóru 24.595, upplýsir Kringvarpið.    

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2023

16 Leygardagur 07. Jan 2023

Borgarafundur skal verða um útbyggingina hjá Varðanum

Har fer Varðin Pelagic at greiða frá um ætlanirnar viðvíkjandi nýggju protein- og lýsiverksmiðju á havnalagnum á Tvøroyri. Áhoyrarar í SALT 24. januar fáa eisini høvi at seta spurningar

Mynd: Tvøroyrar kommuna
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Beint fyri nýggjár kunngjørdu Varðin Pelagic og Tvøroyarar kommuna, at ætlanir eru um at byggja nýtt protein- og lýsivirki á havnalagnum á Tvøroyri.

- Ein av fyritreytunum fyri víðarimenning – og fyri at verða kappingarførur – er ein protein- og lýsiverksmiðja. Í framleiðsluni í dag fer ein partur til protein og lýsi. Í staðin fyri at flyta hendan part yvir Suðuroyarfjørð, hevur Varðin Pelagic í longri tíð arbeitt við einari verkætlan, har ætlanin er at framleiða restrávøruna á Tvøroyri

Soleiðis varð skrivað 30. desember, og ætlanin skal millum annað skapa fleiri størv og meira støðugt arbeiði.

Tað eru tó ikki øll, ið eru heilt glað fyri nýggju verkætlanina, ið skal fremjast mitt á Tvøroyri.

Nú fáa borgarar í Tvøroyrar kommunu møguleika fyri at hoyra nærri um ætlanirnir hjá Varðanum, og eisini høvi at seta spurningar til umboð fyri fyritøkuna, ið æltar at fremja stóru ætlanina. Tvøroyrar kommuna skrivar soleiðis um borgarafungin, ið hildin í SALT týskvøldið 24. januar.

- Fundurin verður hildin í samband við ætlanina hjá Pf. Varðanum Pelagic at byggja protein og lýsiverksmiðju á Tvøroyri. Ætlanin við fundinum er at geva Pf. Varðanum Pelagic høvi at greiða frá ætlanini, so borgararnir fáa innlit í málið og fáa møguleika at seta spurningar.

Kristin Michelsen, borgarstjóri, fer at siga nøkur orð. Pf. Varðin Pelagic fer síðani at greiða frá um ætlanirnar og gongdina í málinum, og til endans verður møguleiki at seta spurningar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2023

17 Leygardagur 07. Jan 2023

Anna og Sjúrður stjórna føroyanevndini

Sólbjørg Jakobsen og Bjørn Brandenborg eru eisini limir í nevndini

Føroysku fólkatingslimirnir, Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale (Skíggjamynd: ft.dk)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Anna Falkenberg er forkvinna og Sjúrður Skaale er næstformaður í føroyanevndini í Fólkatinginum.

Fólkatingið hevur valt føstu nevndirnar eftir valið, og eftir at stjórnin er skipað. Í føroyanevndini eru 29 limir.

Umframt Onnu og Sjúrð, eru Sólbjørg Jakobsen úr Runavík, sum er fólkatingslimur fyri Liberal Allianace, og Bjørn Brandenborg, fólkatingslimur fyri sosialdemokratarnar, og sum er hálvur føroyingur.

[object Object]
Sólbjørg Jakobsen (Mynd: Fólkatingið)

[object Object]
Bjørn Brandenborg (Mynd: Fólkatingið)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2023

18
Leygardagur 07. Jan 2023

Millum størstu tænastuskip í alivinnuni

Í dag verður leygardagin bæði opið skip og opið hús á høvuðssætinum hjá Bakkafrosti á Glyvrum

(Mynd: Bakkafrost)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinnapartin í dag verður skipað fyri almennari móttøku, tá nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrosti, M/S Bakkafossur, kemur á Glyvrar. Dagurin verður hátíðarhildin við røðum, tónleiki og ábiti, og møguleiki verður at vitja umborð umframt at vitja virkið og høvuðssætið hjá Bakkafrost.

Hátíðarhaldið byrjar við, at skipið verður doypt. Síðani verður móttøka við røðum og tónleikaframførslum innandura í hølum hjá Bakkafrost á bryggjuni.

Tiltakið byrjar við fýrverki á bryggjuni, tá Bakkafossur leggur at klokkan 12.30. Klokkan 13 verður skipið doypt.

Eftir tað verður móttøka við røðum og tónleikaframførslum. Millum klokkan 14 og 16 er møguleiki at vitja umborð á M/s Bakkafossi - eisini verður opið hús í høvuðssætinum hjá Bakkafrosti.

M/S Bakkafossur telist millum størstu tænastuskip í heiminum til alivinnu. Skipið kann føra umleið 1.000 tons av livandi fiski, og hevur fleiri ymiskar møguleikar at veita tænastu til alivinnuna, millum annað viðgerð við feskvatni fyri laksalús og toknur, skiljing av fiski og aling á opnum havi. Skipið er 109 metrar langt og 22 metrar breitt, og er útgjørt við hybrid-skipan, ið merkir, at diesel motorar saman við battaríum tryggja umleið 20 prosent sparing í orkunýtslu.

Skipið er harafturat fyrireikað til lætt at skifta til 100 prosent grøna orkuloysn, tá slíkar eru til taks á marknaðinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2023

19 Leygardagur 07. Jan 2023

Beint yvir 5.000 harur skotnar á beint yvir 500 túrum

Talið av harum og túrum í 2022 var væl lægri enn undanfarin ár - í øllum førum eftir tølunum ið eru skrásett higartil

Mest varð skotið í Neshaga í Vestmanna, ið eisini var "besta harubygdin" (Mynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Gamlaárskvøld var seinasti møguleiki at skjóta harur hendan veturin, og haran.fo hevur skrásett túrarnar og tølini.

Frá 2. november fram til og við 31. desember eru 512 túrar skrásettir. Samanlagt vórðu 5.218 harur skotnar. Hetta eru færri enn seinastu mongu árini - í fjør vóru til dømis yvir 7.000 harur skotnar, og í 2020 var talið 9.562 fyri beint yvir 1.000 túrar.

Orsøkin til lágu tølini kann vera, at nakað ikki er skrásett enn - ein onnur at veðrið í desember í høvuðsheitinum var so keðiligt.

Tann einstaki túrurin, har flest harur vórðu fingnar til høldar, var sambært savnaðu skrásetingini í Skáltoftahagi á Borðoynni 15. desember. 

Vágaportalurin skrivar, at teir sum skutu mest, vóru teir sum høvdu Norðurnesið, sum er partur av Neshaga í Vestmanna. Har fingu teir 227 harur á 16 túrum - sum heild var Vestmanna eisini besta harubygdin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2023

20 Leygardagur 07. Jan 2023

Farhat vísir ákærunum aftur: Umhugsar at kæra innslagið

Onki av tí, sum er í innslagnum í Degi og viku, er hent meðan Farhat Bourbia var stjóri. Hann vísir á, at talan ikki er um Spf. Rafiksa sum rekur pitsaria í Runavík, men um eitt felag sum rekur pitsaria í Havn

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í ársins síðstu Dagur og viku í árinum, sum fór, varpaði Dagur og vika ljós á arbeiðsviðurskifti hjá tunesum á Farhatsa Pitsa.

Umrøddi Farhat Bourbia hevur nú saman við advokati sínum sent út eina rætting til innslagið. Sagt verður eisini, at hann umhugsar at kæra innslagið til Fjølmiðlakærunevndina, og at krevja eitt møguligt endurgjald.

Farhat Bourbia greiðir frá, at felagið sum verður umrøtt í innslagnum er Sp/F 20.10.20, sum er stovnað til at reka pitsa í Havn. Hetta er eitt felag, sum Farhat Bourbia hevur stovnað saman við øðrum.

Talan er sostatt ikki um Spf. Rafiksa, sum Farhat Bourbia eigur einsamallur, og sum rekur pitsaria í Runavík.

Skrivið frá Farhat Bourbia er soljóðandi:

Rætting til innslag í Degi & Viku á KVF 30/12 2022

Í drúgvum innslagi á KVF 30/12 2022 (góðar 17 minuttir) verður Farhat Bourbia húðflongdur fyri handfaringina av fleiri navngivnum tunesum, sum hava fingið ringa viðferð, og millum annað hava etið úr ruskspann, onga løn hava fingið og eru útsettir fyri harðskap. 

Meginparturin av innslagnum er ikki satt, og her verður roynt at varpa ljós á veruleikan. 

Farhat Bourbia hevur búð i Føroyum í nógv ár, og hevur tey síðstu 16 árini rikið pizzeria í Rúnavík. Hann eigur felagið Sp/F Rafik’sa og hevur eitt pizzeria í Rúnavík, sum eitur Farhat’sa. 

Felagið, sum innslagið er um, eitur Sp/F 20.10.20, og er stovnað 20/10 2020. KVF er vitandi um hetta, tí í innslagnum (umleið 1:57) er v-talið á felagnum (648639) víst. Tríggir eigarar vóru: Sp/F Rafik’sa (sum Farhat Bourbia eigur), Jóan Petur á Stongunum og Sp/F Høgaleitið (sum Bill Justinussen eigur). Teir tríggir eigarnir áttu ein triðing hvør, og Jóan Petur á Stongunum varð settur sum stjóri, og hevði dagliga raksturin um hendi. 

Í innslagnum fær hyggjarin ta fatan, at tað er Farhat Bourbia og hansara felag, Sp/F Rafik’sa, sum hevur sett hesar menninar, tí filmað verður uttanfyri Farhat’sa pizzaria í Saltangará, og sagt verður, at teir skuldu arbeiða har. Hetta er faktuelt skeivt. Tað er nevnt í innslagnum, ca. 2 minuttir inni, at teir skuldu arbeiða á pizzeria hjá Sp/F Rafik’sa í Saltangará aftaná teir høvdu gjørt handverkaraarbeiði í Klaksvík. Teir arbeiddu ikki fyri Sp/F Rafiksa, men fyri pizzeria, sum felagið Sp/F 20.10.20 hevði í Havn. 

Ein av monnunum í innslagnum, Saber Haddad, skuldi arbeiða í Farhat’sa. Fyri at fáa løn skuldi hann lata arbeiðsgevara p-tal og kontonummar. Bill Justinussen fekk til vega hesi skjøl, men av onkrari orsøk undirskrivaði Saber ikki skjølini fyrr enn nú, og hevur síðani fingið løn. 

Farhat Bourbia noktar at hava sligið hann, tvingað hann at etið rusk ella annað, sum er borið fram. Farhat Bourbia er heldur ikki vitandi um, at Saber Haddad hevur meldað harðskap til løgregluna. 

Farhat Bourbia hevur sum so ikki havt nakað við leiðsluna av felagnum Sp/F 20.10.20 at gera, tí Jóan Petur á Stongunum var stjóri fram til 2/12 2022, tá hann vildi fara frá, og Farhat Bourbia tók yvir sum stjóri. 

Í innslagnum, ca. 7:20 inni, sigur Georg L. Petersen, at Farhat var stjóri í felagnum. Hetta er skeivt, og hetta er lætt at kanna á Skráseting Føroya, har øll, eisini KVF kunnu leita. Tað er ongin orsøk til, at KVF hevur Georg L. Petersen standandi uttanfyri Farhat’sa Pizzaria í Saltan- gará, tá teir ikki arbeiddu har, nakað sum Georg L. Petersen visti ella burdi vita. 

Felagið hjá Bill Justinussen, Sp/F Høgaleitið, seldi sín triðing (nominelt kr. 17.000,00) av fel- agnum til Sp/F Rafik’sa, sum Farhat Bourbia eigur 100%. Hetta hendi 29/11 2022. 

Tað, sum Sp/F Rafik’sa hevur havt við Sp/F 20.10.20 at gera, er at hava veitt felagnum lán til at byrja rakstur av fyrst einum pizzeria í Havn, og seinni einum í Klaksvík. Hesi pizzastøðini hava einki við Farhat Bourbia at gera, annað enn, at Sp/F Rafik’sa átti ein triðing av felagnum. 

Sp/F Rafiksa hevur millum annað eisini veitt fíggjarligan stuðul til tunesarnar, sum vóru strand- aðir í Marokko vegna Korona í meira enn 2 mánaðir. Hetta var m.a. til hotel, ferðaseðlar og annað. Avtalað var við menninar, at teir skuldu gjalda hetta aftur til Sp/F Rafik’sa tá teir fingu løn frá Sp/F 20.10.20. 

Onki av tí, sum er í innslagnum, er hent meðan Farhat Bourbia var stjóri, men meðan Jóan Petur á Stongunum var stjóri. Hetta sæst ikki aftur í innslagnum. 

Georg L. Petersen sigur í innslagnum, at hann hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Farhat Bourbia, men at Farhat ikki vendi aftur. Hetta er eisini skeivt. Farhat ringdi til Georg L. Petersen trý korter eftir Georg L. Petersen ringdi til sín, men ongin svaraði. Eisini hevur Farhat yvirfyri Georg L. Petersen upplýst hvussu hetta hongur saman, men søgan var kanska ov góð til at rætta. 

Farhat Bourbia hevur sostatt hjálpt monnunum, heldur enn umvent, sum innslagið annars gav inntrykk av. 

Farhat’sa Pizza í Saltangará, sum KVF hevur tengt at søguni, selur onki longur, tí ongin tímir at keypa frá einum, sum fæst við trælahald og harðskap, og tískil hevur faktuelt skeiva inn- slagið hjá KVF havt fíggjarligar fylgjur fyri Farhat Bourbia og hansara felag, Sp/F Rafik’sa. 

KVF eigur at koma við einum dementi av søguni, sum fyllur líka nógv sum innslagið, og kæra verður møguliga send Fjølmiðlakærunevndini. Møguligt endurgjaldskrav verður eisini tikið fy- rivarni fyri. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2023

21 Leygardagur 07. Jan 2023

- Óttin fyri ikki at vera partur av einum felagsskapi fyllir meiri

Óttin fyri ikki at vera partur av einum felagsskapi fyllir meiri hjá børnum enn óttin fyri at avrika og fáa góðan karakter til eina próvtøku, siga umboð fyri Barnabata við Skúlablaðið

Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað er ikki í sjálvum sær royndir og kanningar, sum elva til strongd og mistrivnað í skúlanum, men hinvegin vantandi ella vánaligt samband millum børn og vaksin, sigur aðalskrivarin í Barnabata, Djóni J. Eidesgaard.

– Vit eru í sambandi við børn og ung, sum ikki orka, tíma ella vilja í skúla. Hetta síggja vit eisini hjá børnum, sum hava orkurík foreldur. Vit eru eisini í sambandi við børn, sum óttast fyri at enda í einum serflokki. Tað fata tey sum ta ringast hugsandi revsingina yvirhøvur, tí har vil eingin vera, sigur hann við Skúlablaðið.

Í Barnabata hava tey børn í teirra mentorskipan, sum ikki vilja í skúla, og kunnu tað vera nógv viðurskifti, ið spæla inn.

– Vit vita, at tað eru børn, sum kenna seg at vera undir trýsti beint upp undir eina próvtøku, men vit hava ongantíð hoyrt børn siga seg vera strongd av at skula til landsroynd ella PISA-roynd, sigur Djóni J. Eidesgaard.

Mentorsamskiparin í Barnabata, Ugur Kevioglu sigur eisini við Skúlablaðið, at hann kemur í samband við næmingar í framhaldsdeildini, sum kunnu kenna seg at vera undir trýsti, tá ið tey skulu til próvtøku.

- Tá ið eg tosi við børn og ung, so snýr trýstið seg meiri um óttan fyri ikki at vera partur av einum felagsskapi, heldur enn óttan fyri at avrika og fáa góðan karakter til eina próvtøku. Summi fáa ilt í búkin, áðrenn tey koma í skúla, tí tey stúra fyri, um tey eru partur av felagsskapinum ella ikki. At avrika, tá ið talan er um at vera partur av felagsskapinum ella ikki, er ein trupulleiki, vit kenna nógv til. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2023

22 Leygardagur 07. Jan 2023

Kommuna fingið átalu fyri at nokta barni við breki ansing

Løgtingsins Umboðsmaður ger ikki meira við málið. Einki starvsfólk var at taka sær av barninum á dagstovni í september, og klagað var um mismun

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Løgtingsins Umboðsmaður er eisini Barnanna Umboðsmaður, og skal onkutíð viðgerða klagur, sum snúgva seg um børn. Ansast skal eftir, at myndugleikar og stovnar lurta eftir sjónarmiðum hjá børnum og ungum og virða rættindi hjá teimum.

Í hesum førinum var klagað um, at ein ávís kommuna gjørdi mismun á børnunum í kommununi, tí barn klagarans var einasta barnið á dagstovninum, sum varð sýtt ansing hesar báðar dagarnar.

Heimasíðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni boðar frá, at Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at ein kommunalur dagstovnur sýtti fyri at veita einum barni, sum ber brek, ansing í tveir dagar, tí einki starvsfólk var at taka sær av barninum.

Ein dagstovnaleiðari var í september kom til ta niðurstøðu, at starvsfólkaorka ikki var at veita barninum ansing tann 2. og 5. september 2022, tí stuðulin hjá barninum ikki var byrjaður í nýggju setan síni enn.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at hann ikki kundi taka støðu til ítøkiligu metingina og raðfestingina hjá dagstovnaleiðaranum av, hvussu starvsfólkaorkan og arbeiðið best varð skipað á stovuni hjá ítøkiliga barninum og dagstovninum hesar báðar dagarnar, har stovnurin var raktur av sjúku og sjúkramelding.

Umboðsmaðurin helt tó, at skipanin av starvsfólkahópinum á dagstovninum hvørki var í samsvari við grein 5 í Dagstovnalógini og viðmerkingunum til ásetingina ella við grein 7, stk. 2 í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, tí dagstovnurin hevði skipað seg soleiðis, at bara eitt einstakt starvsfólk – stuðulin - skuldi taka ábyrgd av barninum, sum ber brek. Tilboðið um ansing av barninum var tí sera viðbreki fyri, at hetta starvsfólkið barst frá at møta til arbeiðis, hevði frí ella segði upp.

Umboðsmaðurin gav kommununi eina átalu fyri, at dagstovnurin hevði skipað seg soleiðis, at neyðugt var at sýta barninum, sum ber brek, ansing. Av tí at dagstovnurin var í ferð við at umskipa arbeiðið, soleiðis at øll starvsfólk á stovuni hjá ítøkiliga barninum, umframt leiðslan, fingu førleikar til og kundu taka ábyrgd av ansingini av barninum, verður meira ikki gjørt við málið. 

Tað er Hanna Vang, ið er Løgtingsins Umboðsmaður. Til ber at lesa alt álitið (uttan nøvn á kommunu, dagstovni ella fólki) og nærri frágreiðing á lum.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2023

23 Leygardagur 07. Jan 2023

Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár

Avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú nýggjárið er farið afturum, er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum.

Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða.

Av trygdarávum mælir IRF tí fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár.

Fýrverk verður beint burtur á rættan hátt við at lata tað inn til eitt mannað endurnýtslupláss, har tað verður heintað av IRF.

Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið, og hetta kann skaða starvsfólk, bilar og aðra útgerð.

Um størri nøgdir av fýrverki skulu beinast burtur, verða fólk biðin um at ringja til IRF fyri nærri vegleiðing. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2023

24 Leygardagur 07. Jan 2023

Lunnar verða nú lagdir undir eina sterkari landbúnaðarferðavinnu

Tað er Heidi Holm, ið hevur útbúgving og royndir innan sosialvísund og humanvistfrøði, ið kemur at standa fyri verkætlanini

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Við stuðli úr Búnaðargrunninum, avgjørdi Visit Faroe Islands í 2022 at skipa nýggja verkætlan, ið snýr seg um at leggja lunnar undir eina meiri samskipaða og nýskapandi landbúnaðarferðavinnu, ið betri gagnnýtir menningarmøguleikarnar innan bæði ferðavinnuna og landbúnaðin. 

Fyrsti liður í arbeiðinum er at kanna grundarlagið og menningarmøguleikarnar sum liggja í samanrenningini millum landbúnað og ferðavinnu og at orða eina menningarætlan fyri økið. Til hendan partin av arbeiðinum varð lýst eftir verkætlanarfólki, ið komandi hálva árið skal arbeiða miðvíst við uppgávuni. Úrslitið av arbeiðinum verður millum annað ein frágreiðing, ið kastar ljós á føroyska landbúnaðarferðavinnu og hvørji átøk skulu til fyri at styrkja vinnuna. 

Tað er Heidi Holm, ið hevur útbúgving innan sosialvísund og humanvistfrøði og starvsroyndir á økinum, ið er sett í starv sum verkætlanarfólk og sum sostatt skal standa fyri innleiðandi arbeiðinum, ið væntandi verður lagt fram fyri avvarðanbdi partar í summar. 

Settur er ein tilvísingarbólkur, ið skal ráðgeva og vegleiða verkætlanarfólkinum í tilgongdini. Tey ið manna tilvísingarbólkin eru: Símun Gullaksen, Katrin Petersen, Harriet Olafsdóttir av Gørðum og Jóhan Pauli Helgason. 

Ein týðandi partur av arbeiðinum, ið júst er farið í gongd, er at savna saman vitan um royndir, ið vinnurekandi innan landbúnaðin og ferðavinnu hava gjørt sær. Eisini verður kannað, hvussu onnur lond og øki hava skipað seg á økinum. 

Tá innleiðandi arbeiði er liðugt, verður frágreiðing og úrslit løgd fram, væntandi á almennum tiltaki, sum meiri verður at frætta um seinni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2023

25 Leygardagur 07. Jan 2023

Samanlegging í umbúna í Suðuroynni

Í ár skal kannast, hvørjir fyrimunir og vansar eru við at Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunur leggja saman. Hinar fýra kommununar í oynni eru ikki við - enn í øllum førum

Kanningin skal vera liðug um ársskiftið. Arbeiðsbólkurin skal vera so óheftur sum gjørligt - óvist er, um fleiri enn tær tríggjar norðaru kommununar vera við
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tollaksmessudag varð samstarvsavtala undirskrivað av borgarstjórinum í Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunum um felags tilbúgving fyri kommununar.

Grundast kundi tá um, hvørt hetta var eitt lítið fet móti einari kommunusamanlegging, og hóast tað møguliga ikki beinleiðis var tað, so er nú greitt, at arbeitt verður fram ímóti einari samanlegging í norðara parti av Suðuroynni. 

Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyar kommunu, váttar fyri Kringvarpinum, at ein arbeiðsbólkur í ár fer at arbeiða við spurninginum um, hvørjar fyrimunir og vansar eru við einari samanlegging.

Hendan kanningin skal vera liðug um ársskifti, og tað verður gjørt so politiskt óheft sum gjørligt. Tað vil siga, at fólkini sum eru í arbeiðsbólkinum, ikki áður hava "víst politskan lit í spurninginum". Tosað verður eisini um eina møguliga fólkaatkvøðu.

Kristin Michelsen sigur, at hann heldur, at tað ein natúrlig menning, at kommununar leggja saman, og at sjey kommunu í Suðuroynni er ov nógv.

Hann avdúkar eisini at hinar fýra kommununar hava fingið bjóða at verið við í tilgongdini, men at Vágs kommuna, Sumbiar kommuna og Porkeris kommuna av ymiskum orsøkum hava sagt nei takk. Hovs kommuna hevur ikki tikið endaliga støðu enn.

Møguleiki er tó framvegis fyri at koma við, steðfestir borgarstjórin á Tvøroyri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2023

26 Leygardagur 07. Jan 2023

Nýggjur sløkkiliðsbilur í Hvalba

Tað er nýggja felags brunaliðið fyri Suðuroyar norðaru helvt, sum umfatar Tvøroyrar, Hvalbiar og Famjins kommunur, ið hevur keypt væl útgjørda bilin

Sambært brandleiðaranum, Anfinn Leo Hammerfoss er hettar ein framhaldandi liður í at menna felags brunaliðið í norðaru helvt í Suðuroy (Mynd: hvalba.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Beint fyri jól varð varð samstarvsavtala undirskrivað av borgarstjórinum í Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunum um felags tilbúgving

Nú hevur felags brunaliðið fyri norðaru helvt av Suðuroynni keypt ein nýggjan sløkkiliðsbil.

Í royndi og veru keypti Hvalbiar kommuna bilin fyrr í ár, og hevur hann verið riggaður til í eina tíð, har millum annað sløkkiliðsúgerð er sett í bilin. Bilurin kemur at hava sítt fasta pláss í Hvalba, og hann er væl útgjørdur, skrivar hvalba.fo 

- Bilurin er væl úgjørdur og hevur millum annað ein 500 liturs tanga við vatni og hátrýstpumpu við skúmanleggi. Eisini hevur hann kobling til at seta á brandpostarnar umframt pláss til tveir roykkavarar í bilinum 

Sambært brandleiðarinum, Anfinn Leo Hammerfoss, er hettar ein framhaldandi liður í at menna felags brunaliðið í norðaru helvt í Suðuroy, skrivar hvalba.fo.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2023

27 Leygardagur 07. Jan 2023

Fara at gera klárt til dagstovn á Viðareiði

Bygdin hevur ongan slíkan í løtuni. Viðareiðis kommuna og Articon undirskrivaðu sáttmála undan jólum. Eftir ætlan fer útgravingararbeiðið í gongd tíðliga komandi vár, og Tænastudepilin er partur av verkætlanini

21. desember 2022 varð ein stórur sáttmáli undirskrivaður á Viðareiði (Mynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

21. desember 2022 varð ein stórur sáttmáli undirskrivaður á Viðareiði. Tá vóru umboð frá Articon á vitjan, og avtala varð gjørd um, at stóra byggifyritøkan í 2023 fer undir at gera dagstovn á Viðareiði.

Sum nú er, er eingin dagstovnur á bygdini heilt har norðuri í landinum. Har er tó ein dagrøkt. 36 børn ganga í dagrøktini Summardáin, sum heldur til í kjallarinum í skúlanum. Har starvast seks dagrøktarar, ein námsfrøðingur og ein leiðari, upplýsir Kringvarpið.

Viðareiðis kommuna skrivar, at verkætlanin eisini fevnir um byggibúgving av Tænastudeplinum, sum Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur í umbúna at byggja á Viðareiði. Har skulu ymiskt høli gerast og dagførast

Eftir ætlan fer útgravingararbeiðið í gongd tíðliga komandi vár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2023

28 Leygardagur 07. Jan 2023

Bygningur keyptur til ungdómshús á Skála

Runavíkar kommuna hevur keypt losjubygningin á Skála, sum skal brúkast til ungdómshús

(Mynd: Runavíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Runavíkar kommuna hevur keypt losjubygningin á Skála fyri 450.000 krónur.

Umvegis nógvar snaringar og ítøkiligar samráðingar í 2022 skrivaðu Hjalmar Kollslíð og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst fyri Vitan og kommununa, undir sølu/keyps-sáttmála um matrikkul og ástandandi hús. Hetta hendi seinasta fríggjadagin í gamla árinum.

Seinastu árini hevur lítið og onki virksemi verið í húsunum, sum standa sera væl fyri miðskeiðis í bygdini. Í íløguætlanini hjá Runavíkar kommunu fyri fíggjarárið 2022 var peningur settur av til ”Ungdómshús á Skála”, og í samráðingini, um søluna/keypið millum partarnar, hevur tað verið ein grundleggjandi hugsan hjá báðum pørtum, at matrikkulin nú verður ætlaður at húsa einum bygningi, ið skal rúma aktiviteti sum serliga er ætlaður ungdóminum. Fermetratalið er 772.

200.000 krónur eru í fíggjarætlanini fyri 2023 settar av til ungdómshúsið. Nú verður farið, saman við fólki í bygdini, at finna fram til hvørji ynskini eru og hvør tørvurin er í mun til eitt aktivitetshús á Skála. Eftir nógv ára fyrireiking fekst tað umsíðir í lag, at eitt tilboð av hesum slagnum sá dagsins ljós eystaru megin við Skálafjørðin – Gula smiðja. Royndirnar haðani kunnu nú brúkast í fyrireikingini til eitt javnsvarandi tilboð vestanfyri – á Skála.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2023

29 Leygardagur 07. Jan 2023

Forskúlalíknandi tilboð sett í verk á Velbastað í ár

Børnin skulu læra skúla og starvsfólk at kenna og at gera skiftið millum dagstovn og skúla lættari. Tímarnir í forskúlalíknandi tilboðnum verða lagdir til rættis í samstarvi millum dagstovn, skúla og foreldur

Børnini møta i skúlanum um morgunin og eru har í tveir tímar. Børnini fara so í dagstovnin, tá tey eru liðug í forskúlalíknandi tilboðnum (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Endamálið við hesum tilboðnum er, at børnini læra skúla og starvsfólk at kenna og at gera skiftið millum dagstovn og skúla lættari. Tímarnir í forskúlalíknandi tilboðnum verða lagdir til rættis í samstarvi millum dagstovn, skúla og foreldur. Forskúlalíknandi tilboðið verður eisini partur av innskúlingini, yngsta bólki í skúlanum.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna í samband við, at tilboðið, ið verður skipað í samstarvi millum Velbastaðar skúla og Dagstovnin á Velbastað, verður kunngjørt. Dentur verður lagdur á eina spælandi tilgongd.

- Í tilboðnum verður dentur lagdur á eina spælandi tilgongd til tøl, mongdir, bókstavir og ljóð. Tilboðið verður skipað við støði í kunngerðini um skipan og læring í forskúla, og virksemið verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um hesi høvuðsøki: Samveru og samstarv, Mál og málmenning, Rørslu og motorikk, Sosialar førleikar, Undran, forvitni og skapanargleði, Handaverk og list, umframt Støddfrøði og náttúru og at nýta náttúruna í læringini

Børnini møta i skúlanum um morgunin og eru har í tveir tímar. Børnini fara so í dagstovnin, tá tey eru liðug í forskúlalíknandi tilboðnum.

Foreldur, ið ynskja at skriva barn í forskúlalíknandi tilboð á Velbastað, kunnu venda sær til Leiv Frederiksen, fyrstilærara í Velbastaðar skúla, upplýsir Tórshavnar kommuma

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2023

30 Leygardagur 07. Jan 2023

Níggju nýggir ph.d.-arar í 2022

Tríggjar av verkætlanunum eru stuðlaðar av Granskingarráðnum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava níggju føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2022. Tríggjar av hesum verkætlanum eru stuðlaðar av Granskingarráðnum.

1. apríl vardi Sissal Sigmundsdóttir Djurhuus ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast: “The Effect of Exercise Training on Tumor Biology in Humans - Exploration of Exercise-Induced Tumor NK Cell Infiltration and Alleviation of Hypoxia as Anti-Cancer Mechanism in Men with Prostate Cancer”. Les meira her

26. apríl vardi Ester Weihe Jacobsen ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast: “Psoriasis: The occurrence, familial aggregation, and phenotype of psoriasis in the Faroe Islands”. Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum. Les meira her

2. mai vardi Anna á Váli Guttesen ph.d.-ritgerð sína á University of York. Ritgerðin kallast: “Mechanisms of sleep-associated memory consolidation and next-day learning”. Les meira her

31. mai vardi Høgni Carlsson Kamban ph.d.-ritgerð sína á Aalborg Universitet. Ritgerðin kallast: “Field-induced Dissociation of Excitons in Mono- and Bilayer Structures”. Les meira her

3. juni vardi Tóra Djurhuus ph.d.-ritgerð á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast: “The Legacy of the Past in Brexit Britain - A study of the influence of the cultural memory of empire on British Euroscepticism”. Les meira her

24. juni vardi Helma Maria Tróndheim ph.d.-ritgerð sína. Hon hevur verið innskrivað á á Aalborg Universitet og á Fróðskaparsetri Føroya. Ritgerðin kallast: “Ensuring Supply Reliability and Grid Stability in a 100% Renewable Electritity Sector in the Faroe Islands”. Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum. Les meira her

5. juli fekk Otto Eivind Neshamar ph.d.-prógv frá University of Aberdeen. Ritgerðin kallast: "Hydrodynamics of oscillatory flow over an array of cylinders". Les meira her

18. juli vardi Turið Poulsen ph.d.-ritgerð við Fróðskaparsetur Føroya. Ritgerðin kallast: “Analysis and modelling of the wind energy resources in the Faroe Islands”. Les meira her

9. september 2022 vardi Marnar Fríðheim Kristiansen ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetri Føroya. Ritgerðin kallast: “Cancer Epidemiology in the Faroe Islands”. Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2023

31 Leygardagur 07. Jan 2023

Filmurin ‘Sæla’ verður frumsýndur 14. januar

‘Sæla’ lýsir eitt evni, sum er tabu, ið ongantíð áður er viðgjørt hvørki á skrift ella á filmi herheima

Bjørk Búadóttir Tórgarð
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nógv umrøddi filmurin Sæla hevur frumsýning, sum Katrin Joensen-Næs hevur leikstjórnað, verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum leygardagin 14. januar.

Tá Rebekka og Jákup eru saman, fara tey útum mørk. Vinkonan ákærir Jákup fyri neyðtøku, men Rebekka vil ikki lurta. Hon hugsar bara um at linna egnu pínu. Spakuliga fatar hon, hvat veruliga er hent.

Mikið kjak tók seg upp um filmin, eftir at landsstýrismaðurin við mentamálum noktaði at veita stuðul til filmsverkætlanina, hóast filmsráðgevarar mæltu til at játta stuðul. Nú verður møguleiki hjá áskoðarum sjálvi at meta um filmin, sum varð kolldømdur orsaka av kynsligum innihaldi.

‘Sæla’ lýsir eitt evni, sum er tabu, ið ongantíð áður er viðgjørt hvørki á skrift ella á filmi herheima. Fólkini handan Sælu vóna, at filmurin fer at skapa eitt alment kjak um ein trupulleika, ið eingin tosar um.

Ingun í Skrivarastovu hevur framleitt filmin. Leikarar eru Bjørk Búadóttir Tórgarð, Ebba Malena Debess Thomsen og Edvin H. Niclasen.

Filmurin verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum 14. januar kl. 18. Til ber at keypa atgongumerki á www.nlh.fo.

Aldursmarkið er 15 ár. 

[object Object]
Ebba Malena Debess Thomsen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2023

32 Leygardagur 07. Jan 2023

Paw Patrol á føroyskum næsta ár

Kringvarpið hevur tryggjað sær rættindini til 78 partar av einari av teimum best umtóktu barnarøðunum í heiminum. Í vár kemur Kringvarpið við eini app við sjónvarpssendingum til børn

Hetta er sum liður í arbeiðnum betra um føroysku tilboðini til yngstu hyggjararnar (Mynd: Paramount)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Chase, Marshall, Skye, Rubble og hinir hundarnir í Paw Patrol fara nú skjótt at tosa føroyskt, eins og leiðari teirra Ryder.

Kringvarpið boðar frá, at avtala er gjørd við Paramount um rættindini til sesong 1, 2 og 3 av einari av best umtóktu barnarøðum í heiminum.

- Í stuttum snýr røðin seg um 10 ára gamla drongin Ryder og hundarnar í patruljuni, sum saman loysa uppgávur í býnum Adventure Bay. Hundarnir hava ymiskar eginleikar, eitt nú er Chase løgregluhundur og njósnari, Marshall er sløkkiliðshundur, og Zuma bjargar fólki, sum eru í neyð á sjónum. 

Hvør sesongin er 26 partar, og røðin skal nú týðast og ljóðsetast. Væntandi verða fyrstu partarnir av Paw Patrol á føroyskum sendir einaferð í 2024, skrivar kvf.fo.  

Samstundis verður boðað frá, at Kringvarpið roynir at fáa rættindi til fleiri kendar røðir, nú ætlanin er at koma við eini app til sjónvarpssendingar til børn í vár. Hendan appin varð nakað seinkað, sigur Barbara Samuelsen, programmleiðari í Kringvarpinum.

- Arbeiðið við app og heimasíðu er komið væl ávegis, og tí koma vit í vár við einum betri tilboði til okkara yngstu hyggjarar. Tað hevur týdning at koma við einum føroyskum tilboði, tí útlendsku tilboðini til tey yngstu eru so mong, leggur hon afturat.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2023

33 Leygardagur 07. Jan 2023

Lise Nørgaard deyð

Danski rithøvundurin og journalisturin, sum helst er best kend fyri at hava skrivað handritið til "Matador", andaðist 1. januar, 105 ára gomul

Lise Nørgaard gjørdist 105 ára gomul (Mynd: Scanpix)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seint sunnukvøldið andaðist danski rithøvundurin og journalisturin Lise Nørgaard, 105 ára gomul.

Tað upplýsir familja hennara sambært Ritzau.

Lise Nørgaard hevur skrivað skaldsøgur, essays og stuttsøgur, men hon er serliga kend fyri at skrivað handritið til sjónvarpsrøðina "Matador". Hon var virkin skribentur og fyrilestrarhaldari fram til 2018.

Lise Nørgaard varð fødd í Roskilde 14. juni í 1917, og á ársins fyrsta degi svav hon inn eftir stutta sjúkralegu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2023

34 Leygardagur 07. Jan 2023

Fay Weldon deyð, 91 ára gomul

Bretski rithøvundurin var kend fyri skaldsøguna “The Life and Loves of a She-Devil” og fyri fyrstu partarnar av røðini “Upstairs, Downstairs”. Vitjaði í Føroyum fyri 20 árum síðani

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bretski rithøvundurin, Fay Weldon, ið serliga var kend fyri síni verk um lívið í Stórabretlandi, er deyð, 91 ára gomul. Tað upplýsti sonur hennara fyri The Guardian mikudagin.

Fay Weldon var feministur, og hevur skriva yvir 300 bøkur umframt leikrit til bæði pall og sjónvarpsrøðir.

Millum mest kendu verk hennara er “The Life and Loves of a She-Devil (En hun-djævels bekendelser)’, har hon við bítandi speisemi lýsti hevndina hjá eini kvinnu mótvegis ótrúgva ektamanni sínum.

Skaldsøgan var eisini grundarlagið fyri filminum ‘She-Devil’ frá 1989 við Meryl Streep í einum av høvuðsleiklutunum.

Fyrsta skaldsøga hennara var “The Fat Woman’s Joke”, sum kom út í 1967. Hon skrivaði eisini leikritið til fyrsta part av sera vælumtóktu sjónvarpsrøðini “Upstairs, Downstairs”, sum fyrst varð víst á ITV sjónvarpsstøðini í byrjanini av 1970’unum.

Fay Weldon vitjaði Føroyar sum gestur á Listastevnuni í 2003. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2023

35 Leygardagur 07. Jan 2023

William prinsur sló beiggjan niður

Skeldarí endaði við bardaga – William segði sína ærligu meining um Meghan Markle

Frá jarðarferðini hjá ommuni í september (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í nýggjari sjálvævistøgu greiðir bretski Harry prinsur eitt nú frá um ein samanbrest millum seg og stórabeiggjan, William prins. Harry skrivar, at tað endaði við, at William leyp á hann.

Samanbresturin fór fram í heiminum hjá Harry prinsi í London í 2019. Sambært Harry kallaði bróðurin Meghan hertúginnu, konu Harry, fyri “troyttandi, óhøviska og ódámliga”, skrivar The Guardian.

Hendingin endaði við samanbresti, og Harry skrivar í bókini, at William “tók í kragan á mær, sleit mær hálsketuna og sló meg niður”.

Sambært Harry fekk hann snuddir á ryggin av fallinum.

Sjálvævissøgan hevur heitið “Spare”, og verður útgivin í komandi viku. ‘Spare’ kann týðast við ‘til yvirs’.

Ongin ivi er um, at bókin fer at elva til, at viðurskiftini millum Harry prins og restina av kongshúsinum fer at versna, verður sagt.

Harry prinsur og Meghan Markle valdu í 2020 at venda kongaliga lívinum í Bretlandi bakið, og fluttu til Los Angeles í USA.

The Guardian kallar ‘Spare’ fyri eina merkisverda bók, har lýsingin av samanbrestinum millum beiggjarnar er tann mest óvæntaða hendingin.

Sambært Harry var beiggin henda dagin í 2019 komin á vitjan fyri at tosa um ósemjuna millum beiggjarnar, sum hon varð lýst í miðlunum. Sambært bókini var William vreiður longu áðrenn hann kom.

Eftir at William hevði sagt sína meining um Meghan hertuginnu, svaraði Harry aftur, og hetta endaði við einum skeldarí, har báðir róptu ókvæmisorð eftir hvørjum øðrum.

- Alt hendi so skjótt. Hann tók í kragan á mær, oyðilegði mær hálsketuna og sló meg niður. Eg endaði á skálini hjá hundinum, sum brotnaði undir mær og eg skar meg í ryggin.

- Eg lá niðri eina løtu – í ørviti – so reisti eg meg, og bað hann um at fara, skrivar Harry prinsur.

Sambært honum, bað William um umbering tá hann fór.

Í sambandi við bókaútgávuna hevur Harry prinsur havt eina samrøðu við ITV sjónvarpsstøðina, sum verður send í Bretlandi sunnudagin.

Í einum klippi frá samrøðuni sigur Harry prinsur, at hann ynskir pápa og beiggja sín aftur, og ynskir at gerast ein partur av familjuni og ikki av einum stovni – eini institutión, skrivar Ritzau.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2023

36 Leygardagur 07. Jan 2023

Svøríki: 63 skotin til deyðis í 2022

Í 2022 varð eitt keðiligt met sett í Svøríki

Fólk hava lagt blómur uttan fyri ein skúla í Malmö, har tvær kvinnur vórðu skotnar í mars 2022 (Mynd: Reuters)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nú ár 2022 er farið aftur um bak, er greitt, at 63 persónar vórðu skotnir til deyðis í Svøríki í fjør, og tað er eitt nýtt met.

Gamla metið, sum var frá 2020, var 47, og í 2021 var talið 45. Fyri tíggju árum síðani, í 2012, var talið 17, skrivar Reuters.

Tann seinasti persónurin, sum varð skotin til deyðis í Svøríki í 2022 varð skotin framman fyri eina McDonald's matstovu í Stockholm 31. desember. Talan var um ein ungan mann, skrivar DR.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2023

37 Leygardagur 07. Jan 2023

Kroatia skiftir til evruna og fer uppí Schengen-samstarvið

Hetta er fyrstu ferð í eitt áratíggju, at Schengen-samstarvið verður víðkað, og nú Kroatia hevur skift gjaldoyra frá kuna til evruna, eru bert sjey lond í ES, sum ikki hava evruna sum gjaldoyra

Kroatia er 20. landið, sum skiftir yvir til evruna, og eru bert sjey ES-lond eftir, sum ikki hava fingið sær evruna sum gjaldoyra (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

1. januar gjørdist Kroatia partur av Schengen-samstarvinum, og landið skifti samstundis eisini gjaldoyra frá kuna til evruna.

At Kroatia er vorðið partur av Schengen-samstarvinum merkir, at tað er frítt at ferðast millum Kroatia og onnur Schengen-lond. Sambært Ritzau er hetta fyrstu ferð í eitt áratíggju, at Schengen-samstarvið, sum nú telur 27 lond, verður víðkað.

Tað var í desember, at ES-londini samtyktu at loyva Kroatia við í Schengen-samstarvið, men samstundis varð loyvi ikki givið til Rumenia og Bulgaria.

Kroatia, sum hevur verið limur í ES síðan 2013, er 20. evrulandið. Tey fyrstu 12 londini skiftu yvir til evruna í 2002, og nú eru bert sjey ES-lond, sum ikki hava evruna sum gjaldoyra. Tey eru Danmark, Bulgaria, Kekkia, Ungarn, Poland, Rumenia og Svøríki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2023

38 Leygardagur 07. Jan 2023

Lula aftur forseti í Brasil

Í sambandi við, at Lula varð tikin í eið nýggjársdag, varð ein maður handtikin av løgregluni, eftir at hann royndi at koma inn á økið við knívi og fýrverki

Sunnudagin 1. januar gjørdist Luiz Inácio Lula da Silva aftur forseti í Brasil (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnudagin 1. januar varð Luiz Inácio Lula da Silva, eisini nevndur Lula, tikin í eið sum forseti í Brasil.

Hetta hendi á hátíðarhaldi í kongressini í høvuðsstaðnum Brasília, og eftir hátíðarhaldið varð Lula koyrdur til Planalto-borgina, sum er forsetaskrivstovan í Brasil.

Nógvur ófriður hevur verið í Brasil eftir forsetavalið 30. oktober, sum nú fyrrverandi forsetin, Jair Bolsonaro, tapti móti Lula. Í fleiri mánaðir undan valinum hevði Bolsonaro sagt, at hann ivaðist í, um valskipanin í Brasil var álítandi, og hevur hann sátt iva um sjálvt úrslitið av valinum.

Síðan valið hava viðhaldsfólk hjá Bolsonaro skipað fyri mótmælum í stórum pørtum av landinum, og hevur hetta fleiri staðni elvt til harðligar samanbrestir millum mótmælisfólk og løgreglufólk, skrivar Ritzau.

Tað er siðvenja, at fráfarandi forsetin er til staðar, tá eftirmaður hansara verður tikin í eið, men Bolsonaro var ikki til staðar í Brasília sunnudagin. Hann fór nevniliga av landinum fríggjadagin. Hann er farin til amerikanska statin Florida, og er ikki greitt, nær hann kemur aftur til Brasil.

Hetta verður triðja valskeiðið hjá Lula í forsetambætinum. Lula var nevniliga eisini forseti í Brasil í árunum 2003 til 2010. Lula er fyrsti brasilski forsetin, ið verður afturvaldur til eitt triðja valskeið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2023

39 Leygardagur 07. Jan 2023

Frans pávi stóð á odda fyri pávajarðarferðini

Tað er heilt óvanligt, at eftirmaðurin jarðar ein páva, sum er deyður

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kirkjuklokkurnar kimaðu fyrrapartin hósdagin, tá trækistan við Benedikt páva varð borin út úr Pæturskirkjuni og út á Pætursplássið har fólk ú túsundatali eru savnað fyri at vera við í jarðarferðini.

Tað ljóðaðu lógvabrestir á plássinum í virðing fyri Benedikt, sum var ein hetja hjá konservativum bólkum í romersk-katólsku kirkjuni, skrivar Ritzau.

Frans pávi, sum stóð á odda fyri jarðarferðini kom til plássi í koyristóli orsaka av vánaligum knæ.

Undan jarðarferðini vitjaðu umleið 200.000 fólk yvir tríggjar dagar í Pæturskirkjuni, har fyrrverandi pávin lá ‘lit de parade’.

Kirkjufólk úr øllum heiminum – umleið 3.700 prestar – og einstakir lands- og stjórnarleiðarar, teirra millum týski samveldisforsetin Frank-Walter Steinmeier og samveldiskanslarin Olaf Scholz – vóru við til jarðarferðina.

Tað er heilt óvanligt, at tað var eftirmaður Benedikts, ið stóð fyri jarðarferðarhaldinum. Vanliga verður pávin sitandi til hann doyr.

Benedikt valdi heilt óvæntað at fara frá sum pávi í 2013 av heilsuávum, men hann varð búgvandi í einum kleystri í Vatikaninum.

Hann hevur formliga verið kallaður pávi emeritus Benedikt XVI síðan hann fór frá.

Benedikt var týskari og varð doyptur Joseph Ratzinger.

Í Týsklandi fóru kirkjuklokkurnar at ringja klokkan 11 fyri at minnast fyrsta týska pávan í túsund ár.

Benedikt var fyrrverandi pávi í longri tíð, enn hann var pávi. Hann var eisini ein pávi, ið ikki hevði undirtøku millum allar katolikkar, orsaka av hansara konservativu virðum. Hann var eisini kendur fyri at koma lítið út millum fólk, í hvussu so er sammett við vældámda undanmannin, pólska Johannes Paul.

Embætistíð hansara varð eisini merkt av gølum um valdsnýtslu av børnum í katólsku kirkjuni.

Benedikt varð jarðaður í hválvinum undir kirkjugólvinum, har yvir 90 deyðir pávar liggja.  

[object Object](Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2023

40 Leygardagur 07. Jan 2023

Facebook og Instagram fáa risastóra bót

Írska dátueftirlitið hevur kravt felagið Meta eftir 3 milliardum krónum fyri brot á ES-reglur

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Meta, sum er felagið, ið eigur Facebook og Instagram, hevur fingið eina risastóra bót frá dátueftirliginum í Írlandi, veit Reuters tíðinastovan at siga.

Bótin er á 390 milliónir evrur, svarandi til næstan tríggjar milliardir danskar krónur, verður givin, tí Facebook og Instagram hava brotið ES-reglurnar um persónligar dátur.

Tað hava tey gjørt við at tvinga brúkarar til at góðtaka persónliggjørdar reklamur – nakað, sum er brot á evropeiska sokallaðu GDPR-lóggávuna, skrivar New York Times. GDPR stendur fyri ‘General Data Protection Regulation’.

Amerikanska blaðið veit at siga, at avgerðin kann merkja, at Meta má gera stórar broytingar forrætningum sínum, sum eru bygdar á lýsingar, ið er millum størstu inntøkukeldurnar hjá felagnum.

Evropeiska høvuðsskrivstovan hjá Meta liggur í írska høvuðsstaðnum, Dublin, og tí er tað írska dátueftirlitið, sum skal ansa eftir, at ES reglurnar verða hildnar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2023

41 Leygardagur 07. Jan 2023

Vilja hava nýggja fólkaatkvøðu um ES-limaskap

Ein meiningakanning, sum The Independent hevur almannakunngjørt vísir, at tveir triðingar av bretum vilja hava eina nýggja fólkaatkvøðu einaferð í framtíðini, men ósemja er um, nær tað skal verða

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tvey ár eru liðin, síðan Stórabretland fór úr ES, og nærum tveir triðingar av bretska fólkinum ynskja eina nýggja fólkaatkvøðu um ES-limaskap.

Tað vísir ein meiningakanning, sum miðilin The Independent hevur almannakunngjørt.

Bretar fóru formliga úr ES 31. januar 2020, men skiftistíðin endaði ikki fyrr enn 31. desember sama árið.

Fyri einum ári síðani vísti ein líknandi kanning, at 55 prosent av bretum ynsktu eina nýggja fólkaatkvøðu, og nú er talið komið upp á 65 prosent.

Av teimum, sum ynsktu nýggja fólkaatkvøðu søgdu 22 prosent, at tað skuldi vera nú, meðan 24 prosent søgdu innan fyri fimm ár, og 11 prosent søgdu, at tað skuldi henda um seks til 10 ár. Fýra prosent søgdu tó, at tað skuldi ganga meira enn 20 ár.

Fyri einum ári síðani søgdu 32 prosent, at eingin nýggj fólkaatkvøða burdi verið, men nú er talið lækkað niður í 24 prosent.

54 prosent av teimum, sum luttóku í kanningini søgdu eisini, at tey hildu, at tað var eitt mistak at fara úr ES. Fyri einum ári síðani svaraðu 46 prosent tað sama.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2023

42 Leygardagur 07. Jan 2023

Fáa nógvan pening fyri at flyta úr stórbýnum

Familjur kunnu fáa yvir 50.000 krónur fyri hvørt barnið, um tær velja at flyta úr Tokyo. Orsøkin er støðan við fólkatalinum í landinum

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í Japan royna myndugleikar at gera ymisk átøk, so at ikki so nógv av teimum ungu flyta til Tokyo. Vansin við stóru flytingini til stórbýirnar er - umframt at tað eru ógvuliga nógv fólk á lutfalsliga lítlum øki í serliga Tokyo - at tað fækkast við fólki á smærri plássunum, og at eitt yvirtal av eldri fólki eisini er har.

Sambært The Guardian vísa framrokningar, at næstu 40 árini fer fólkatalið í Japan at minka við beint yvir 35 milliónum. Orsøkin er serliga, at burðartalið í løtuni fær hvør kvinna í Japan 1,3 børn - tað skulu í miðal 2,1 til fyri at halda varðveita fólkatali. 

Ynski er, at fáa minst 10.000 fólk at flyta úr Tokyo og út á smærri pláss í landinum áðrenn 2027. Til tess at megna hetta hava japansku myndugleikar bjóðað eitt bonus sum eitt slag av gularót.

Áður hava familjur fingið bjóðað 300.000 yen - beint yvir 16.000 krónur fyri hvørt barnið - fyri at flyta út av býnum, men nú verður talið meira enn trífalda til 1 millión yen, ið er 54.000 krónur fyri hvørt barni.

Hetta skriva altjóað miðlar sum The Guardian og TV2.

Tað verður í fyrstu syftu møguligt hjá barnafamiljum við bústaði í Tokyo og í nøkrum forstøðum at fáa hesa upphædd. Eitt krav er tó, at familjan skal verða búgvandi uttanfyri býin í fimm ár, og at minst eitt av foreldrunum skal arbeiða.

Íbúgvatalið í Tokyo fall fyri fyrstu ferð í 25 ár, tá koronufarstóttin herjaði. Tað búgva umleið 14 milliónir fólk í japanska høvuðsstaðnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2023

43 Leygardagur 07. Jan 2023

Fýra av fimm nýggjum bilum í Noregi eru elriknir

Tesla var mest selda bilmerki í Noregi í fjør. 79,3 prosent av øllum nýggjum bilum vóru elriknir

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Granni okkara Noreg telist millum tey lond í heiminum, sum skjótast hevur tikið til sín nýtsluna av elriknum akførum. Nærum 80 prosent av øllum nýggjum bilum í Noregi í fjør vóru elbilar. Hetta er ein vøkstur frá 65 prosent í 2021. Landið ætlar seinast í 2025 at seta bann móti nýggjum bensin- og dieselbilum skrivar Ritzau.

Fyri einans 10 árum síðani var elparturin 2,9 prosent.

Tesla var eisini tað bilmerkið, sum í farna ári, annað ár á rað, seldi flest bilar á norska marknaðinum. Tesla, sum Elon Musk, heimsins ríkasti maður eigur, stóð fyri 12,2 prosent av øllum nýggjum elbilum. Harvið yvirhálaði Tesla Volkswagen, sum átti 11,6 prosent av søluni.

Tølini fyri søluna av nýskrásettum bilum í Danmark í fjør líkist ikki teimum í Noregi. Mest seldi elbilurin í Danmark var Skoda Enyaq. Mest seldi bilurin í Danmark í fjør var annars Peugeot 208, sum ikki er ein elbilur. Samlaða talið av elbilum seldir í Danmark í fjør var 100.000.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2023

44 Leygardagur 07. Jan 2023

Equinor hátíðarheldur elstu flótandi vindmylnulundina

Flótandi havvindorka er komin fyri at verða og mennast. Hetta sannar ikki minst felagið aftanfyri heimsins fyrstu flótandi havvindmylnulund, Hywind Scotland. Equinor kann í hesum døgum hátíðarhalda fimm ára dagin fyri hesi kollveltandi orkuverkætlan

Havvindorkumylnulundin Hywind Scotland - tann fyrsta av sínum slag í heiminum
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hywind Scotland liggur uttan fyri Peterhead í Skotlandi. Tær fimm vindmyllurnar eru 6MW hvør, og hava ein framleiðslumátt uppá 30MW.

Hetta svarar til nýtsluna hjá 34.000 húsarhaldum í Bretlandi. 

[object Object]

Equinor, sum hevur gjørt stórar íløgur í havvindorku seinastu árini og fer at raðfesta flótandi vindorkuna í framtíðini, hevur eisini brúkt hesi fimm árini til at fáa bæði royndir og vitan, sum kunnu brúkast í sambandi við framtíðar avjóðingar til havs.

Hywind Scotland hevur víst seg at tola ringt veður og høgar aldur. Hon hevur ikki verið til ampa fyri fiskivinnu ella livandi umhvørvið annars. 

[object Object]

[object Object]

Til ber at siga, at Hywind í Skotlandi hevur verið ein fyrimynd og lopfjøl fyri aðrar líknandi verkætlanir í Norðsjónum og annars víða um. 

Næsta flótandi havvindmylnuverkætlnain hjá Equinor, Hywind Tampen, byrjaði royndarframleiðlsuna í november, og fer undir regluliga framleiðslu seinni í ár. Tá fer Equinor at standa fyri umleið helvtini av heimsins flótandi vindorku.

Equinor er tað felagið í heiminum, sum hevur flestu royndirnar og harvið vitanina um flótandi vindorku. 

[object Object]

Equinor hevur í stóran mun brúkt Hywind verkætlaninar sum grundarlag fyri at fara út í heim og menna flótandi vindorku í Suðurkorea, Australia, Fraklandi, Spania, California og í Bretlandi og Noregi. 

[object Object]Myndurleikarnir í Skotlandi raðfesta flótandi havvindorku og hava sett øki av til framtíðar verkætlanir.

Um okkara leiðir eru tað annars Skotland og Noreg, sum ganga á odda at fáa ment flótandi havvindorkuna. Eisini í okkara næsta grannalag, Hetlandi, eru tey frammaliga á hesum økinum, og kunnu vit rokna við at síggja tær fyrstu flótandi havvindmylnulundirnar eystan fyri Hetland um ikki so mong ár. 

Eisini í Føroyum eru vit so smátt farin undir at gera kanningar í sambandi við orkuframleiðslu til havs og m.a. gera sær tankar um, hvørji øki møguliga kunnu brúkast til framtíðar havvindorku.

Eisini er tað ein spurningur, hvørji øki til havs Føroyar vilja seta av til havvindorku og hvørji til havaling.

Hvat kanningum og kortlegging av havøkjunum kring Føroyar viðvíkur, so eru áður gjørdar nágreiniligar kanningar av vistfrøðiskipanini. Hetta var eitt arbeiði, sum oljufeløgini gjørdu saman við føroyskum stovnum í sambandi við oljuleiting og sum varð nevnd GEM.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2022

45 Leygardagur 07. Jan 2023

Úrvalsítróttin fær eina og eina hálva millión fyri 2023

Nevndin í Úrvali hjá ÍSF hevur játtað 14 umsóknum, umboðandi sjey ítróttagreinar, stuðul. Hetta er helmingurin av innkomu umsóknunum. Ungdómslandsliðini í hondbólti, ið skulu til HM-endaspæl í summar, hava fingið mest

Vár Eidesgaard, ið fyri kortum var til HM á stuttgeil og setti nýtt føroyskt met, hevur fingið 100.000 krónur. Tað hevur svimjarin Elisabeth Erlendsdóttir eisini fingið. 28 umsóknir komu inni
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítróttin skal stuðlast. Til hetta árið hava 14 umsóknir fingið játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og bólkar. Samanlagt er talan um stuðul til 11 einstaklingar og 3 lið.

Úrval er ein skipan hjá Ítróttasambandi Føroua sum veitir sersambondunum stuðul til føroysk úrvalsítróttafólk. Nevndin í Úrvali viðgerð umsóknir eina ferð árliga. Umsóknarfreistin er 15. oktober til virksemi árið eftir.

Íðkarar og lið umboðandi sjey sambond fáa stuðul úr Úrvali í 2023. Í hesum sambandi kann nevnast, at íðkarar frá Styrkisambandi Føroya hava fingið stuðul úr Úrvali fyri fyrstu ferð. Harumframt hava íðkarar og lið frá bogaskjóting, flogbólti, fimleiki, hondbólti, svimjing og taekwondo fingið stuðul úr Úrvali í 2023.

U02 og U04-landsliðini í manshondbólti skulu bæði spæla HM-endaspæl í summar og hava fingið størsta stuðulin - 350.000 hvør.

[object Object]
Óli Mittún skal helst umboða bæði U-landsliðini, ið nú hava fingið stóran og umráðandi stuðul

Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at føroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning.

– Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur nevndin í Úrval.

28 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2023, og søkt var um tilsamans 5 milliónir krónur. Niðanfyri sæst yvirlit yvir tey, sum hava fingið stuðul, og hvussu nógv tey ymisku fingu:

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2023

46 Leygardagur 07. Jan 2023

Rókur Akralíð takkar fyri seg

Hann hevur eftir 18 skiftandi ár á landsliðum gjørt av at steðga við hondbóltinum

- Tað hevur verið ógvuliga stuttligt og gevandi at verið við, serliga tey seinastu árini, har menningin hevur verið ótrúlig, sigur Rókur Akralíð (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Rókur Akralíð hevur gjørt av at stilla hondbóltsskógvarnar á hillina. Rókur spældi sín fyrsta A-landsdyst í 2004, bert 17 ára gamal, og hevur nú eftir 18 ár á landsliðnum gjørt av at steðga. Hann steðgar eisini í sínum felagi Aarhus HC. Rókur er 35 ára gamal og arbeiðir sum lækni í Aarhus.

Rókur byrjaði, sum 7-ára gamal, at spæla hondbólt í Kyndli. Teir høvdu eitt gott ungdómslið, og vóru eisni hepnir at hava góðar venjarar. Rókur kom heilt ungur á besta liðið hjá Kyndli, og náddi at spæla trý kappingarár í fremstu deildini, áðrenn hann flutti til Danmarkar at lesa og spæla hondbólt. Hann var heima aftur eitt skifti, í 2017 og 2018, áðrenn leiðin aftur gekk til Danmarkar.

Rókur var upprunaliga bakspælari, men eftir skaða í økslini varð hann, sum 24 ára gamal, umskúlaður og hevur síðani spælt sum strikuspælari og miðverji.

Rókur viðmerkir soleiðis á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum um landsliðsleið sína og avgerðina at steðga:

- Ferðin við føroyska landsliðnum hevur verið long og ógvuliga skiftandi gjøgnum tey, eftirhondini, mongu árini eg havi verið við. Landsliðið var tíverri ikki virkið flestu af mínum bestu hondbóltsárum, men hevur hondbólturin í Føroyum, nú gjøgnum fleiri ár verið undir stórari menning, um hugt verður eftir bæði ungdómslandsliðum og A-landsliðinum. Vit eru farnir frá at spæla menningarkappingar, til at spæla ímóti bestu tjóðum í heiminum. Hettar er ikki komið av sær sjálvum, men við miðvísum arbeiði, bæði frá Hondbóldssambandinum, feløgum, leikarum og venjarum.

- Tað hevur verið ógvuliga stuttligt og gevandi at verið við, serliga tey seinastu árini, har menningin hevur verið ótrúlig. Fortreytin fyri at vera virkin á høgum ítróttarligum støði krevur at tíð og orka verður løgd í venjing og ikki minst styrkivenjing. Hesa tíð havi eg tíverri ikki longur. Eg havi vant minni enn áður og var byrjaður at merkja, at styrki og støði hjá mær heldur ikki var, sum tað hevur verið.

- Eg havi hugsað um tað í eina tíð eftirhondini, og tað var við blandaðum kenslum, at eg í desember ringdi til landsliðsvenjaran og greiddi frá, at eg hevði tikið avgerð, um at gevast við at spæla hondbólt. Eg vil gjarna takka øllum, sum eg havi møtt á míni hondbóltsleið, bæði leikarum, venjarum, liðleiðarum, fysioterapeutum, HSF og øllum tykkum sjálvbodnum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Rókur Akralíð hevur leikt 51 dystir fyri føroyska A-landsliðið, og er sostatt leikarin við triðflest landsdystum. Rókur hevur skotið 67 mál fyri Føroyar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2023

47 Leygardagur 07. Jan 2023

Viljormur Davidsen skrivað undir við HB

Liðskiparin á landsliðnum er nýggjur maður í HB. Vinstri bakkurin hevur undirskrivað ein trý-ára sáttmála

Mynd: Havnar Bóltfelag
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Miðlar hava seinastu dagarnar skrivað um tað, men nú er tað greitt. Viljormur Davidsen verður næsta kappingarár í reyðum og svørtum.

Viljormur Davidsen er 31 ára gamal, og hevur seinastu tíðina verið liðskipari á landsliðnum. 

Talan er um ein trý ára sáttmála millum HB og Viljorm Davidsen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2023

48 Leygardagur 07. Jan 2023

Árni ársins mál annað árið á rað

Aftur í ár var tað Árni Frederiksberg úr KÍ, ið skoraði ársins mál í Betri Deildini hjá monnum. Tá talt var saman fekk Árni ein triðing av atkvøðunum

Árni Frederiksberg úr KÍ skoraði ársins mál 2022 í Betri Deildini hjá monnum (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Árni Frederiksberg úr KÍ skoraði ársins mál í Betri deildini hjá monnum. Harvið hevur runavíkingurin í Klaksvík skorað besta mál í fremstu deildini tvey ár á rað.

Málið bleiv skorað í Sarpugerði tann 11. september, tá klaksvíkingar vunnu 2-1 móti Víkingi. Tá eitt lítið korter var eftir at spæla, fekk KÍ fríspark eini 4-5 metrar uttan fyri brotsteigin, og við einum framúr skotið, sendi Árni Frederiksberg bóltin í málið.

Eitt sera týdningarmikið mál, sum meir ella minni sendi FM-heitið norð um Klakkin, og sum seinni skuldi vísa seg at verða tað besta í árinum.

Tað er Televarpið, ið hevur staðið fyri atkvøðugreiðsluni, og tá talt var saman, hevði Árni Frederiksberg fingið ein triðing av teimum næstan 700 atkvøðunum.

Tilsamans 439 mál vórðu skorað í Betri Deildini hjá monnum farna kappingarár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2022

49 Leygardagur 07. Jan 2023

Jákup Martin í reyðum

Tað hevur ljóðað í eina tíð, men nú er tað greitt. Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi seinastu fýra árini, verður hjálparvenjari hjá HB

Páll Mohr Joensen, formaður í HB, og Jákup Martin Joensen (Mynd: HB)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jákup Martin Joensen verður hjálparvenjari hjá HB komandi kappingarár.

Hesum boðaði HB frá gamlaárskvøld.

Jákup Martin Joensen hevur seinastu fýra árini verið høvuðsvenjari hjá EB/Streymi, og tað hevur ljóðað í eina tíð, at hann var á veg til HB. 

Umframt venjararoyndir hevur Jákup Martin Joensen drúgvar royndir sum spælari, og hevur spælt 112 dystir í bestu deildini.

Høvuðsvenjari hjá HB er Dalibor Savic.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2022

50 Leygardagur 07. Jan 2023

Tvíburarnir halda fram í Fuglafirði

25-ára gomlu Elias Lervig og Hans Jákup Lervig úr Syðrugøtu hava samanlagt spælt yvir 100 dystir fyri ÍF, sum flutti upp aftur í Betrideildina í fjør

Hans Jákup Lervig gjørdist toppskjútti hjá ÍF í fjør við ellivu málum. Samanlagt hevur vongurin havt heimavøll í Fløtugerði í trý ár (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í 2019 leigaði ÍF Hans Jákup Lervig úr Víkingi til seinnu hálvu. Hans Jákup skoraði fýra mál í 14 dystum fyri ÍF, og tá hann aftur hevði trupult við at fáa spælitíð í barndómsfelagnum árið eftir, skifti skjóti og hartarbeiðandi vongurin fast til ÍF í juni 2020.

Har hevur Hans Jákup Lervig spælt síðani, og er hann nú komin á 88 dystir og 19 mál fyri felagið úr Fuglafirði - hann gjørdist toppskjútti hjá liðnum í 1. deild í fjør við 11 málum í 25 dystum.

Tvíburi hansara spældi fleiri dystir fyri besta liðið hjá Víkingi, áðrenn hann eisini fór til Fuglafjarðar. Elias Lervig spældi fast fyri ÍF í Betrideildini í 2021, og í fjør spældi hann tíggju dystir fyri ÍF - arbeiði sum maskinmeistari hjá Smyril Line løgdu meinbogar í vegin fyri fleiri dystum hjá ágrýtna og kvika bakkinum.

[object Object]
Elias í dyst móti barndómsfelagnum Víkingi í 2021 (Mynd: Sverri Egholm)

Nú er greitt, at bæði Elias og Hans Jákup hava heimavøll í Fløtugerði næsta ár. 25-ára gomlu tvíburarnir skrivaðu beint fyri nýggjár undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi fyri hetta nýggja árið.

ÍF vann 1. deild, og hóast teir ikki eru fuglfirðingar, hava teir orkuríku tvíburarnir við sínum lyndi og ídni nógv at siga fyri ungu spælararnir í felagnum, sum ÍF ynskir at byggja uppá

- Teir eru báðir tveir ein sera týðandi og stórur partur í menningini av okkara egnu ungu leikarum. Teir hava ein hugburð og tilgang til fótbólt, sum vit í ÍF eru glað fyri, og síggja sera stórt virði í.

Um tað gongst sum ætlað koma bæði Hans Jákup Lervig og Elias báðir uppum 100 Betrideildardystir í ár. ÍF hevur fingið málverjan Jákup Nolsøe Olsen aftur, men hevur ikki kunngjørt nakran nýggjan útileikara - av teimum meira royndu er tað liðformaðurin Karl Løkin, ið hevur longt.

[object Object]
Hans Jákup Lervig...

[object Object]
...og Elias Lervig saman við formanni felagsins (Myndir: ÍF)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2023

51 Leygardagur 07. Jan 2023

Anders Holvad gevst í KÍ

Áleyparin, ið fyri tað mesta varð brúktur sum innskiftari móti enda av dysti, spældi 21 dystir og skoraði eitt mál fyri KÍ

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danski áleyparin Anders S. Holsvad verður ikki partur av KÍ-liðnum, tá fótbóltskappingin verður tikin upp aftur.

KÍ skrivar á heimasíðu síni, at partarnir eru komnir ásamt um ikki at halda fram við samstarvinum, hóast sáttmálin partanna millum var galdandi fyri komandi kappingarár eisini.

Sostatt gjørdist tíðin hjá Anders Holvad stutt í KÍ.

Hann kom til felagið í summar, spældi 21 dystir, mest sum innskiftari, og skoraði eitt mál.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2023

52 Leygardagur 07. Jan 2023

Fróði Benjaminsen skal standa fyri menningini í FSF

FSF hevur sett Fróða Benjaminsen í starv sum landsliðsvenjara hjá U16- og U17-landsliðunum við dreingjum

Fróði Benjaminsen er nýggjur venjari hjá U16- og U17-landsliðnum við dreingjum (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– Nú er A-venjaraútbúgvingin komin undir land, og so havi eg eisini seinastu trý árini fingið møguleikan at veri hjálparvenjari hjá U17-dreingjum. So eg gleði meg til hesa uppgávuna, sum er stór, spennandi og mennandi.

Soleiðis sigur Fróði Benjaminsen, sum fríggjadagin varð settur í starv sum høvuðsvenjari hjá U16- og U17-landsliðunum við dreingjum.

Umframt at vera landsliðsvenjari, skal Fróði Benjaminsen, sum er skrásettur fyri 94 A-landsdystir fyri Føroyar, eisini hava eitt tætt samskifti við feløgini kring landið, har hann skal fylgja gongdini hjá øllum spælarunum, ið hava aldur til U16- og U17-landsliðini.

– Vónandi kann eg brúka nakrar av mínum royndum, men tað ræður eisini um at vera opin fyri tí stóra arbeiði, sum feløgini gera fyri teirra spælarar. Í báðum førum skal endamálið allatíðina vera, at vit skulu menna enn fleiri landsliðsspælarar, sigur Fróði Benjaminsem við heimasíðuna hjá FSF.

Tað var annars í oktober mánað í fjør, at Fótbóltssamband Føroya tók avgerð um at víðka landsliðsvirksemið, til eisini at hava U16-landslið við bæði gentum og dreingjum. Stutt fyri jól varð Eyðvør Jakobsen sett í starv sum venjari hjá U16- og U17-gentunum, og nú er so greitt, at Fróði Benjaminsen skal standa fyri menningini av dreingjunum.

– Vit stovnseta U16-landsliðini fyri at økja um tilboðið hjá ungu spælarunum, og í hesum sambandi skulu vit allatíðina hava menningina hjá hvørjum einstøkum spælara í fokus. U17-aldurin er framvegis tíðliga á leiðini og tí er tað umráðandi fyri okkum at hava so nógvar spælararar við rundanum landsliðini sum gjørligt, sigur tekniski stjórin hjá FSF, Pætur Smith Clementsen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2023

53 Leygardagur 07. Jan 2023

Fyrrverandi KÍ-áleypari skal nú skjóta mál í bestu norsku deildini

27-ára gamli Ole Erik Midtskogen hevur í eitt og hálvt spælt í triðbestu norsku deildini. Nú hevur fyrrverandi felagið hjá Gilla Rólantssyni, Odds BK, gjørt sáttmála við ársins leikara hjá KÍ fyri 2020

Ole Erik Midtskogen í 6-1 dystinum móti Dinamo Tblisi har hann spældi frálíka væl (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann gjørdi vart við seg í føroyskum fótbólti og í evropeiskum kappingum í 2020. So nógv at írska Dundalk, ið stóri áleyparin skoraði ímóti í Europea League Playoff- umfarinum í Dublin, tryggjaði sær Ole Erik Midtskogen til kappingarárið 2021. 

Norðmaðurin var í Írlandi í áleið eitt hálvt ár, áðrenn kósin varð sett aftur móti Noregi. Har hevur Ole Erik spælt fyri Kjelsås Fotball í triðbestu deildini, samstundis sum hann hevur tikið útbúgving. Í Oslo-felagnum hevur høgi maðurin verið ógvuliga væl dámdur - hann hevur eisini skorað 30 mál í 46 dystum fyri felagið - men nú verður sagt farvæl við Midtskogen, ið skal spæla á væl hægri stigi.

Í vikuni varð boðað frá, at Kjelsås og Odds Ballklubb eru vorðin samd um ein príss, og odd.no skrivar, at Ole Erik Midtskogen hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við felagið, og tað verður fegnast um: 

- Vit eru glað fyri at hava skrivað undir við Ole Erik Midtskogen; ein spælari sum hevur víst stóra framgongd ígjøgnum sína yrkisleið. Vit halda, at hann kann vera ein umráðandi brikkur fyri okkum í komandi kappingarári, og eitt slag av spælara sum er heilt serligur, í mun til aðrar álopsspælarar, sum vit hava í felagnum. So nú gleða vit okkum at síggja hann í Odds-búnanum. 

[object Object]
27-ára gamli Midtskogen avdúkaður sum Odds-leikari (Mynd: Odds BK)

[object Object]
Ole Erik skoraði til 2-1 í 3-1 tapinum hjá KÍ fyri Dundalk (Mynd: EPA)

Hetta sigur Morten Rønningen, ítróttastjóri hjá Odds. Gilli Rólantsson Sørensen spældi í 2022 við felagnum, men tvøramaðurin valdi ikki at halda fram, hóast hann hevði møguleika fyri tí.

Odds endaði á 5. plássi í Eliteserien í 2022, og hevur í vetur leitað eftir nýggjum áleypara. Sum skilst hevur millum annað Jóan Símun Edmundsson verið uppá tal. 

Ole Erik Midtskogen var 24 ár, tá hann kom til Føroya. Hann gjørdi vart við seg í 2020 við sínum stóra fysikki men eisini teknisku gávum: At halda fast í bóltinum á lítlum økjum. Ole Erik var harvið ein heilt góð spælstøð hjá KÍ, men høgi maðurin hevði eisini ferð, ið veruliga kom til sjóndar í evripeisku dystunum, tá betur pláss var hjá KÍ.

Hann skoraði sum nevnt eitt flott mál í Dublin og spældi ein framúr dyst í 6-1 sigrinum á Dinamo Tbilisi á Tórsvølli, hóast hann ikki skoraði. Samanlagt spældi Ole Erik Midtskogen 30 dystir fyri KÍ og skoraði tíggju mál. Eftir kappingarárið varð hann valdur til ársins spælara hjá liðnum.

Tað verður fyrstu ferð, at Ole Erik skal royna seg í bestu norsku deildini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. Jan 2023

54 Leygardagur 07. Jan 2023

André Dalfoss nýggjur formaður í TB

Tað er greitt eftir eykaaðalfund millum jól og nýggjár. TB fyrireikar seg í løtuni til tilveruna í Betrideildini, og ætlanin er, at ungir lokalir leikarar í framtíðini skulu vera bulurin

Hann fór frá fyri tíggju árum síðani - nú avloysir André Dalfoss Henrik Thomsen sum formann í Tvøroyrar Bóltfelag
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

27. desember hevði TB eykaaðalfund. Hetta var millum annað í samband við, at nýggjur formaður skuldi finnast, og har gjørdist greitt, at tað verður André Dalfoss, ið avloysir Henrik Thomsen. 

André Dalfoss var eisini formaður hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti, ið fylti 130 ár, í árunum 2011-2013. Tvey av hesum árunum var besta mansliðið í Betrideildini, og tað verður TB aftur í 2023.

TB endaði á triðja plássið í 1. deild. Liðið fekk ein sera vánaligan enda upp á kappingarárið, men ein sigursrøð á ellivu dystir í fyrru hálvu vóru nóg mikið til triðja plássið. Nú eru fyrireikingarnar í gongd til eina nýggja tilveru, har ungu lokalu leikararnir eftir ætlan skulu vera bulurin.

- Enn er seinasta hond ikki løgd á hópin fyri komandi ár, men TB arbeiðir hart fyri at leingja við fleiri av berandi kreftunum frá farna kappingarári, ikki minst við okra egnu ungu leikarar. Eisini kann væntast, at nýggj andlit verða at síggja í hópinum kappingarár. 

- Tað er at fegnast um, at TB eigur nógvar ungar leikarar, ið uttan iva fara at fáa ein lyklaleiklut komandi kappingarár. Hóast tað er trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at klára seg uttan útlendskan styrk, serliga hjá einum felag í Suðuroynni, so er tað felagsins vón, at ungu og lokalu leikararnir gerast bulurin á tí liði, sum aftur fer at royna seg í bestu deildini.

[object Object]
Jens Erik Bruhn (nr.20) er framvegis ungur - tvøramaðurin hevur spælt fast seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)

Soleiðis skrivar Tvøroyrar Bóltfelag í nýggjársheilsu sínari, har nýggi formaðurin verður kunngjørdur. Greitt er millum annað, at danski venjarin Dan Jensen heldur fram, men greiði toppskjúttin í 1. deild, Mikkel Blåholm, ikki kemur aftur til Tvøroyrar. Stóri danin skoraði 26 mál í fjør. 

TB er partur av samstarvið um felags kvinnulið fyri Suðuroynna, sum í 2023 aftur skal royna seg í fremstu røð. Í fjør kom einki stig til høldar. 

- Í ár hevur TB eisini havt eitt felagslið í oynni í bestu kvinnudeilduni. Kvinnurnar eru sera ungar í fótboltshøpi, til at luttaka í bestu deildini, hetta sást eisini tey fyrstu umførini. Tær fingu utlendskan styrk í summarsteðginum, og tað gjørdi góðan mun. Allar vístu sera góðan hugburð í venjingunum, hóast mótbrekkan var brøtt. Okur vóna at tað fer at ganga betur í 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2023

55 Leygardagur 07. Jan 2023

Seinasta farvæl til stóra fótbóltsstjørnu

Upp móti 30.000 fólk gingu fram við kistuni við Pelé, sum í 24 tímar stóð á leikvøllinum hjá fótbóltsfelagnum Santos FC

Gianni Infantino, Fifa-forseti, við kistuna hjá Pelé (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Upp móti 30.000 fólk høvdu mánakvøldið verið fram við kistuni hjá Pelé fyri at siga gomlu fótbóltsstjørnuni, sum doyði 29. desember 82 ára gamal, farvæl.

Tað skrivar brasilski miðilin G1, sambært Ritzau.

Í 24 tímar kundu fjepparar siga Pelé teirra seinasta farvæl. Hetta hendi á heimavøllinum hjá felagnum Santos Futebol Clube, har kistan við Pelé stóð mitt á vøllinum. Pelé spældi stóran part av síni aktiva fótbóltslívi við Santos.

Uttan fyri leikvøllin var bíðirøðin eitt skiftið mánakvøldið meira enn ein kilometur long.

Fyrrapartin týsdagin, lokala tíð, varð kistan flutt av leikvøllinum. Áðrenn tað skuldi landsins nýinsetti forseti, Luiz Inácio Lula da Silva, koma framvið.

Eftir minnishátíðina á leikvøllinum varð kistan við Pelé borin gjøgnum gøturnar í býnum, áðrenn hon varð jarðað á kirkjugarðinum Cemitério Memorial Necrópole Ecumênica.

Pelé, hvørs rætta navn var Edson Arandes do Nascimento, verður av nógvum mettur sum besti fótbóltsspælari nakrantíð.

Áleyparin var stóra stjørnan, tá Brasil vann HM tríggjar ferðir innan 12 ár í árumum frá 1958 til 1970.

[object Object]
Edson Arandes do Nascimento, vanliga róptur Pelé, varð av nógvum mettur sum besti fótbóltsspælari nakrantíð (Savnsmynd: EPA)

[object Object]
(Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2023

56 Leygardagur 07. Jan 2023

Gianluca Vialli er farin

Italiumaðurin er kendur sum ein frálíkur áleypari, og vann hann eisini fleiri steyp sum venjari. Vialli andaðist í London fyrrapartin, orsakað av krabbameini í brisinum

Gianluca Vialli var ovastur í sendinevndini fyri italska A-landsliðið til EM-endaspælið í fjør. Her sæst hann á Wembley eftir finalusigurin á Onglandi (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fótbóltsheimurin syrgir - serliga í Italia og Onglandi har Gianluca Vialli veruliga gjørdi vart við seg sum spælari, venjari og umboðsmaður. Hann boðaði í 2018 frá, at hann var komin fyri seg eftir eitt-ára stríð við krabbamein í brisinum - kertlinum sum búkrákin kemur úr - og Vialli varð staðfestur frískur í apríl 2020.

Tíverri kom krabbi í sama stað fyri beint yvir tveimum árum síðani. Síðani hevur italiumaðurin verið viðgjørdur á Royal Marsden Hospital í London, og tað var á tí sjúkrahúsinum, at Gianluca Vialli andaðist fyrrapartin, 58-ára gamal.

Vialli búði í London frá 1996, tá hann skifti til Chelsea. Saman við einum øðrum italskum ágangandi áleypara, Gianfranco Zola, var hann við til at broyta Chelsea og partvíst enskan fótbólt. Samanlagt vann Vialli seks steyp fyri London-felagið - fimm av teimum sum leikandi venjari. Talan var um tvey FA Cup, League Cup, Europea Cup fyri steypavinnarar, evropeiska Super Cup, umframt eitt Community Shield.

[object Object]
Chelsea-spælararnir fegnast, tá Vialli lyftir steypið fyri steypavinnarar

[object Object]
Vialli saman við fyrrverandi Sampdoria-liðfelagnum Roberto Mancini - her undir teirra arbeiði saman fyri italska fótbóltssambandið (Myndir: EPA)

Bretski miðilin Sky Sports hevur savnað nógv dømi um, hvussu Vialli hevur verið heiðraður. Greitt er, at hann fer til jarðar í heimbýnum Cremona. 

Eftir at Gianluca Vialli hevði spælt fyri størsta liðið í heimbýnum í seks ár - sum ungdómsleikari og vaksnamannleikari - skifti hann til Sampdoria sum tjúgu ára gamal. Hetta var felagið, ið hann skoraði 145 mál fyri og umboðaði oftast, og eins og seinni í Juventus, vann Vialli Serie A og Coppa Italia (tríggjar ferðir) har. Í 1990 vann Sampdoria í UEFA Cup. Í Juventus fekk áleyparin gull í tveimum øðrum evropeiskum kappingum: Fyrst í UEFA Cup og so tað heilt stóra: Champions League í 1996. Hann spældi 145 ferðir við Juventus. 

Sum landsliðsspælari kom Vialli á liðið fyri bestu spælararnar í EM-endaspælinum í Týskalndi í 1988 og var við til at vinna HM-bronsu á heimavølli í 1990.

Tvey ár seinni spældi hann seinasta A-landsdyst - bert 28-ára gamal. Gianluca Vialli og venjarin Arrigo Sacchi sótu ikki væl um sátt. Tó var Vialli við at vinna EM-gull í 2021 sum longdur partur av venjaratoyminum hjá fyrrverandi liðfelaganum Roberto Mancini. Hann var ovastur í sonenvdu sendinevndini fyri Gli Azzuri. Gullið kom til høldar í London.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2023

57 Leygardagur 07. Jan 2023

Steypakappingin byrjaði við fimmsettara í Klaksvík

Mjølnir - Ternan 2-3 (25-19, 25-23, 24-26, 19-25, 13-15)

Ternan av Toftum vann javnan dyst móti Mjølnir úr Klaksvík mikukvøldið
SkrivaÐ:

Innsent

Mikukvøldið varð sjøtul settur á bólkaspælið í steypakappingini í flogbólti hjá kvinnum, tá Mjølnir tók ímóti Ternuni av Toftum í bólki 2. Og tað var vorðið sum byrjan upp á kappingina, har Ternan vann 3-2, eftir at Mjølnir hevði vunnið tey bæði fyrstu settini og hevði havt dystarbólt í triðja setti.

Lítið bendi tó á slíkt drama, tá Mjølnir hevði lagt seg á odda 15-8 í fyrsta setti, men við frálíkum servum frá Magnhild Jacobsen kom Ternan í einum háli upp á 14-15. Síðani gjørdist javnt við 17-17, men so dragnaði aftur millum liðini, og Mjølnir vann settið 25-19. 

Annað sett var javnt mest sum allan vegin, tó at Mjølnir fyri tað mesta var frammanfyri við einum og tveimum stigum, men Ternan javnaði til 22-22. Mjølnir togaði seg tveir bóltar framumaftur og vann síðani settið 25-23, eftir at Ternan hevði yvirlivað fyrra settbóltin.  

Dystarbóltur til Mjølnir – men hann varð taptur
Triðja sett minti nógv um tað undanfarna, men eftir at Mjølnir hevði verið á odda 11-9, vann Ternan næstu seks bóltarnar, og legði seg framum 15-11. Mjølnir javnaði tó til 17-17, og lítið restaði í einum 3-0 sigri, tá Mjølnir legði seg á odda 22-19.

Men allar súðir vóru tó ikki syftar, og Ternan javnaði til 23-23. Mjølnir vann sær síðani dystarbólt, men Ternan stóð ímóti trýstinum og vann næstu tríggjar bóltarnar og settið 26-24.

Sigurin lá tó framvegis til Mjølnir, tá tær bláu løgdu seg á odda 15-11 og 18-13 í fjórða setti, men Ternan krøkti seg fast aftur og vann sjey bóltar á rað og legði seg á odda 20-18, áðrenn settið varð vunnið 25-19.

Javnbrótarin reið um snarið

Ternan hevði góða byrin við sær í javnbrótaran og legði seg á odda 8-4. Eftir síðuskiftið vann Mjølnir næstu tveir bóltarnar, og Ternan tók leikbrá. Hetta hjálpti ikki, tí Mjølnir tevjaði blóð, og brátt varð 9-9 og síðani 12-10 til Mjølnir.

Men so so svingaði pendulið aftur hinvegin, og Ternan legði seg á odda 13-12, áðrenn Mjølnir javnaði til 13-13. Afturvenda Birgit Guttensen - sum ikki hevur gloymt hvussu flogbóltur skal spælast, og sum nú spælir fyri Ternuna, eftir fyrr at hava spælt í fleir ár fyri Mjølnir og fyrr SÍ – átti síðstu hond á báðum stigunum, sum tryggjaðu Ternuni sigurin.

Fyrst bukaði hon eitt smassj í gólvið til 14-13, og síðani gjørdi hon tað til 15-13 við róligum fløtum slagi oman ímóti baklinjuni, sum útplaseraði Mjølnir-liðið.  

Hini bæði liðini í bólki 2 eru SÍ og Dráttur. SÍ má metast sum favorittur at vinna bólkin, men spennandi verður at síggja, um Ternan verður ment at taka dystin upp við Drátt um annaðplássið í bólkinum, sum gevur atgongd til hálvfinalurnar, ið verða spældar í Klaksvík 18. februar.

Til dystin ímóti Drátti 14. januar hevur Ternan Sofíu Purkhús Splidt tøka, sum kann styrkja munandi um liðið. Hon var ikki við í dystinum í gjárkvøldið.  

Í bólki 1 eru trý lið: Fleyr, KÍF og TB. Fyrsti dysturin í tí bólkinum verður nú sunnudagin millum Fleyr og KÍF.

Menninir fara undir sítt bólkaspæl í steypakappingini í dag, tá Fleyr og Ternan møtast í Havn. Hjá monnunum eru øll liðini í einum bólki. Fýra tey fremstu vinna seg í hálvfinalurnar, sum verða í Klaksvík 18. februar.

Steypafinalurnar verða spældar í Havn leygardagin 4. mars.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. Jan 2023

58 Leygardagur 07. Jan 2023

Nýggjársrøða løgmans 2022

Vit eiga bara løtuna. Vit hava bara hvør annan. So latið okkum í hesum komandi árinum arbeiða saman. Og eru vit ósamd, ja latið okkum so vera ósamd í sátt og semju – við virðing hvør fyri øðrum

(Mynd: Bjarni Á. Rubeksen / KVF)
SkrivaÐ:

Innsent

Góðu føroyingar.

Herfyri bar kringvarpið tíðindini um, at ikki ein einasta klaga kom inn um valið. Eingin setti spurnartekn við uppteljingina, atkvøðubýtið – ella nakað annað.

Tað gera vit í Føroyum ongantíð, sama hvussu valúrslitið er.

Í Føroyum er hetta ein sjálvfylgja. Tað er tað ikki aðrastaðni.

Vit høvdu eitt lívligt valstríð. Nógvar ymsar meiningar. Nógvar spurningar. Men hóast ósemjur vóru bæði valevni og veljarar púra trygg.

Hóast vit toga ymsar vegir, megna vit at vera ósamd í sátt og semju.

Ein av grundsúlunum undir okkara fólkaræði er júst, at pláss er fyri ósemjum. Eg havi eitt nú sjálvur sagt, at vit ikki kunnu skipa samgongu við øll, tí vit í verandi løtu eru ósamd um nøkur grundleggjandi viðurskifti.

Men hóast ósemja er um okkurt, og tað tískil hevði verið trupult at skrivað samgonguskjal, útilokar tað ikki samstarvi um ymist annað. Heldur ikki góðum samstarvi.

Eg rætti tí hervið andstøðuni hondina – við einum lyfti um, at vit vilja søkja breiðu semjurnar.

Tí vit hava breiðar semjur um nógv viðurskifti, hóast ósemja valdar um sumt.

Og politikkur er ikki alt. Hóast vit eru ósamd politiskt, hava vit so nógv annað í felag. So nógv annað, sum knýtir okkum saman.

Nú valstríðið er liðugt, vil eg heita á okkum øll: latið okkum leggja stríð og spjaðing frá okkum og arbeiða saman, har tað ber til.

***

Eitt gott dømi um, hvussu væl vit kunnu arbeiða saman, sóu vit beint undan jólum, tá ið hervilig skriðulop raktu.

Í somu løtu fyrsta skriðan leyp, stóðu fólk og feløg øksl við øksl og gjørdu ein verjugarð um tey, sum vórðu rakt.

Hurðar vórðu latnar upp. Húski blivu herbergað. Og hjálpin varð latin, áðrenn nøkrum nýttist at biðja um hana.

Heldur ikki hetta er nøkur sjálvfylgja. Og hetta er eisini ein av dygdunum, sum vit mugu verja og varða.

***

Orsøkin til, at eg í kvøld leggi dent á sterka álitið og breiða samstarvið, er, at eg óttist fyri einum ráki, sum hevur rakt okkara land.

Seinastu árini havi eg støðugt oftari ógvast við orðavalið. Tónin í kjakinum er mangan stríðssinnaður og kloyvandi, og tað birtir undir ta fatan, at ávísir samfelagsbólkar eru í stríði hvør við annan. At tað er meiri, sum skilir okkum, enn sum bindur okkum saman.

Eg stúri fyri, at vit tosa fram gjáir í okkara samfelagi, og at hetta kann gera óbótaligan skaða. Tí orð hava týdning. Orð ávirka. Einstaklingar, bólkar og alt samfelagið.

Vit síggja tað í øðrum londum. Vit hóma tað eisini her.

Sjálvt um nøkur arbeiða við stertum og roðslu, og onnur við at lekja og linna, kunnu vit ikki býta landið sundur í einar »Framleiðsluføroyar« og einar »Útreiðsluføroyar«, sum vit javnan hoyra.

Hóast nøkur hava lært á lærdum háskúlum og onnur í lívsins skúla, kunnu vit ikki tosa um »einar akademiskar Føroyar« og »einar arbeiðandi Føroyar«.

Og tó at nøkur búgva í útjaðaranum og onnur í miðstaðarøkinum, er land okkara ikki skift sundur í »einar Útjaðaraføroyar« og »einar Miðstaðarføroyar«.

Tí tað eru bara einar Føroyar. Og tað eru vit øll. Vit hava øll virði fyri samfelagið, og tað er tørvur á okkum øllum.

Følsku fíggindamyndirnar, sum so javnan verða málaðar, eru skeivar og hava einki gott við sær. Tvørturímóti máa tær burtur av tí sterka áliti og teirri sterku umsorgan, sum vit enn vísa hvør øðrum í Føroyum.

Og lítla land okkara hevur eina sterka felagskenslu fyri neyðini.

Serliga nú.

***

Tí góðu føroyingar.

Alt bendir á, at vit standa á gáttini til eitt nýtt tíðarskeið. Seinastu árini hava vit havt metlága rentu, lágan oljuprís og lága inflatión.

Seinasta árið er henda støðan munandi broytt.

Føroyar eru framvegis eitt av heimsins ríkastu londum. Útflutningurin er methøgur. Fiskaprísurin er góður. Vinnan stendur seg væl, og arbeiði er til øll. Vit megna at basa teimum avbjóðingum, sum koma.

Men broytingarnar fara at merkjast. Tær merkjast jú longu. Tí er tað so umráðandi, at vit standa saman. At vit arbeiða og virka saman.

Tí eg veit, at fólk stúra.

Til handils seta vit dýrara livurposteiið aftur – og taka í staðin tað bíligara. Radiatorurin í stovuni verður oftari skrúvaður fyri. Fíggjarkontan tømist skjótari. Meiri fer til rentu, og minni er eftir til tín.

Vit mugu raðfesta, hvussu vit brúka pengarnar. Eisini í landskassanum.

Men broyttu tíðirnar raka summi harðari. Metnógvar umsóknir komu inn til jólahjálpina hjá Barnabata. Vit vita, at serliga einligar mammur søkja. Metnógvur stuldur verður skrásettur – og sum nakað nýtt eru tað nú gerandisvørur, sum verða stolnar. Alt bendir á, at fleiri nú fáa sær eykaarbeiði, eftir at vanligi arbeiðsdagurin er lokin.

Hetta eru greiðar ábendingar um, at gerandisdagurin er vorðin fíggjarliga tyngri.

Men góðu tit, sum í kvøld stúra um, hvussu tit skulu fáa pengarnar at røkka: júst gerandisdagurin er fremsta raðfesting okkara. Vit vilja gera tín gerandisdag lættari. Bíligari.

Vit føroyingar góðtaka ikki, at tit og børn tykkara fara svong í song.

Júst hetta er jú kjarnin í vælferðarsamfelagnum – at vit, sum megna, taka eitt eykatak fyri tykkum, sum av ymsum orsøkum – eitt skifti – ikki megna at bera byrðina.

Men tað krevur, at vit øll standa saman. At vit arbeiða saman.

Og skulu vit arbeiða væl saman, krevur tað, at vit tosa virðiliga við og um hvør annan. At vit ikki við orðum skapa split, ið fær viljan til samanhald at vikna.

Okkum tørvar samanhald. Bæði innanlands – fyri at standa ímóti avbjóðingunum her heima – men sanniliga eisini fyri at standa stinn í einum heimi, sum júst nú broytist dag frá degi.

***

Besta dømið um broytingina síggja vit í Ukraina.

Jólaaftan vitjaði eg í KFUK. Millum gestirnar vóru sjey ukrainar úr Kharkiv. Fimm kvinnur og tvey børn – ein smágenta og ein drongur um 14 ára aldur. Tey vóru júst komin til landið og vóru merkt av drúgvu ferðini. Vit fingu ikki samskift nógv, tí tann einasti, sum dugdi eitt sindur av enskum, var ungi drongurin.

Á nýggjárinum í fjør búðu tey í einum frælsum landi. Livdu eitt vanligt familjulív. Nýggjársynskini snúðu seg helst um tað vanliga: eitt heilsubetri lív, minni skerm og meiri nærveru – ella at lætna eitt sindur.

Nú – bara eitt ár seinni – standa tey her. Flóttafólk í einum fremmandum landi. Nýggjársynskini hava í ár fingið meiri tyngd. Størri álvarsemi.

Milliónir eru flýddar hesar seinastu mánaðirnar, og innanlands í Ukraina eru somuleiðis milliónir av flóttafólki, sum leita sær skjól í øðrum pørtum av landinum.

Longu fyrst í nýggja árinum fara vit at senda størri part av okkara neyðhjálparjáttan til Ukraina.

Og vit fordøma kríggið! Øll skulu kunna liva í friði og frælsi í egnum landi.

Hetta noyðir okkum at taka støðu. Vit síggja nú, at orð og gerðir okkara hava avleiðingar. Og at vit onga undanførslu hava longur fyri ikki at melda greitt út. Tá ið tað ræður um at velja ímillum rætt og rangt, eiga vit øll eina ábyrgd, sama hvussu smá vit eru.

Tá ið eitt land, sum vit samstarva við, loypur á eitt frælst grannaland, ja, so gera tey samstarv okkara trupult. Tí vit vilja ikki lata alt um okkum ganga. Vit mugu siga frá.

Tað krevur nakað at taka støðu. Tað kostar at verja rættvísi. Men eg eri ikki eina løtu í iva um, at vit eisini megna tað.

Tí heimurin broytist. Og har broytingar eru, koma nýggir møguleikar.

Landsstýrið fer at kalla allar flokkar inn fyri at finna eina breiða semju. Vit mugu standa saman um ein felags boðskap.

***

Góðu føroyingar.

Í 2022 merktu vit, at nýggjar tíðir eru í væntu.

Við áræði – og varsemi – stíga vit nú inn í 2023. Avbjóðingar liggja fyri framman, tað vita vit, og vit fara at loysa tær í breiðum samstarvi við allar flokkar.

Ein kend regla hjá Hans Andreasi Djurhuus ljóðar: »Saman at standa var ei okkum givið.«

Men eg havi hug at bjóða hesum av, tí eg havi eina sterka vón um, at vit kunnu standa saman, tá ið á stendur. At vit kunnu gevast við at tosa niðrandi um hvør annan. Og tosa fram djúpar gjáir okkara millum.

Tí álitið í landinum er stórt. Nú eftir valið kom ikki ein tann einasta klaga, hóast nøkur eyðsæð eru vónbrotin um úrslitið.

Og tá ið lívið rakar nøkur okkara meint, spyrja vit ikki, hvar tey búgva, ella hvørjum tey arbeiða við. Tá hjálpa vit. Tá prógva vit, at tað er meiri, sum knýtir okkum saman, enn tað, sum skilir okkum. Hóast vit eru ósamd um nøkur viðurskifti, kunnu vit saktans samstarva um onnur.

Nú vit fara inn í nýggja árið, vil eg bjóða sundurlyndinum av og eggja okkum øllum til at byggja ein enn sterkari felagsskap – heldur enn við orðum okkara at máa burturav honum.

***

Góðu føroyingar.

Nú fáar løtur eru eftir av 2022, veit eg, at tað er ymist, hvussu vit hvør sær stíga inn í nýggja árið.

Summi ganga við bjørtum vónum, røttum ryggi og gleði ímóti tí, sum hómast í nýggja árinum. Tey vilja skunda undir tíðina, so at hon skal ganga skjótari.

Onnur stúra. Tey eru bogin og bangin –  um seg sjálv ella onkran, tey eru góð við. Tey vilja steðga tíðini, so at hon ikki skal føra tey móti tí, tey óttast.

Vit eru eisini mong, sum kundu hugsað okkum at bakkað aftur. At gjørt okkurt umaftur ella sagt okkurt annað. At fingið eina seinastu samrøðu – ella klemm. Eg veit, at nógv í ár hava mist, tí 2022 gjørdist árið, tá ið flest fólk higartil fóru um sýn í Føroyum.

Latið okkum minnast tey, ið stúra og syrgja. Latið okkum vísa serføroysku umsorganina og samkensluna við teimum, sum hava tað svárt.

Og latið okkum samstundis eisini samgleðast við teimum, sum eydnan smílist til.

Latið okkum øll minnast til at njóta tað, vit hava – áðrenn tíðin broytir tað til “tað, vit høvdu”.

Vit eiga bara løtuna. Vit hava bara hvør annan. So latið okkum í hesum komandi árinum arbeiða saman. Og eru vit ósamd, ja latið okkum so vera ósamd í sátt og semju – við virðing hvør fyri øðrum.

Gott nýggjár, øll somul.

Gud signi Føroyar

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2022

59 Leygardagur 07. Jan 2023

- Samanhaldið meira umráðandi enn nakrantíð

Demokratisku virðini og samanhaldið millum okkara fólk er sterkt, segði Margreta drotning í nýggjársrøðuni

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Margreta drotning helt gamlaárskvøld sína 51. nýggjársrøðu, og aftur hesaferð varð pláss fyri nøkrum orðum um Føroyar og ríkisfelagsskapin.

- Ótrygga støðan í heiminum merkist eisini í Norðuratlantshavi og Arktis. Bæði í Føroyum og í Grønlandi fylgir man menningini við spenningi, eins og vit gera her í Danmark. Demokratisku virðini og samanhaldið millum okkara fólk er sterkt. Tað er kanska meira umráðandi enn nakrantíð, segði Margreta drotning.

- Eg sendi bestu nýggjársheilsur til øll í Føroyum og øll í Grønlandi, segði drotningin.

Onkuntíð hevur drotningin í nýggjárstalu boðað frá, um hon ella krúnprinsaparið kemur til Føroya. Tað bleiv ikki gjørt í hesum føri, men tað er ikki so langt síðani at Margreta var og heilsaði upp á fólkið í Føroyum. Á sumri í 2021.

Krúnprinsaparið var í Føroyum við børnunum í 2018.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2022

60 Leygardagur 07. Jan 2023

50 ár síðan Heðin Mortensen tók sæti í Tórshavnar býráð

Tað hoyrir til tær heilt sjáldsomu hendingarnar, at fólk sita í fólkavaldum starvi í hálva øld

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað hoyrir til tær heilt sjáldsomu hendingarnar, at fólk sita í fólkavaldum starvi í hálva øld. Heðin Mortensen varð valdur inn í Tórshavnar býráð 8. desember 1972. Tað merkir, at nýggjársdag, 1. januar 2023, hevði Heðin Mortensen sitið sum býráðslimur í 50 ár. Hetta er føroyskt met. Hann var borgarstjóri frá 2005 til 2016 og aftur frá 2021. Tað er eisini met.

Situr Heðin Mortensen hetta skeiðið út, so hevur hann, tá næsta skeiðið byrjar um tvey ár, tann 1. januar 2025, sitið í Tórshavnar býráð í tilsamans 52 ár. Harvið kann Heðin Mortensen eisini taka metið sum longst sitandi býráðslimur í øllum ríkisfelagsskapinum.

Heðin varð føddur á Brekkunum í Trongisvági 7. apríl 1946. Hann byrjaði skúlagongdina í fyrsta flokki hjá Elspu Vestergaard. Komin til Havnar fór hann í annan flokk á Vaglinum, í sama húsi, har hann nú situr sum borgarstjóri. Flutt varð seinni niðan í gula skúla og í Kommunuskúlan í 1956.

Heðin var sum ungur sera virkin, hevði nógv arbeiði og luttók í ítrótti og felagslívi. Hann var skóti, fyrst úlvaungi, seinni skóti í Másanum í somu patrulju sum Poul Michelsen, gjørdist korporálur og so førari, sum tað kallaðist tá. Hann slapp eisini við Tjaldrinum og fekk sjófartsbók. Men Heðin valdi ikki sjólívið. 

Heðin giftist sera ungur Hjørdis, dóttir Eriku og Alfred Egholm. Tey høvdu eitt gott ungdómslív í Havn, har møtiplássini vóru eitt nú Kondittaríið, Sjónleikarhúsið og Tórshøll. Eftir at hann giftist Hjørdis fluttu tey aftur niðan á Glaðsheygg næstan á sama stað, hann byrjaði lívið í Havnini. Og har hava tey livað fram til dagin í dag, fingu fýra børn, sum hava givið teimum nógv ommu- og abbabørn. Langomma og langabbi eru tey eisini vorðin.

Heðin er útbúgvin sum maskin- og bilsmiður hjá Wenzel. Hann er mekanikari og Ford-maður burturav, umframt serkønur Alpha Diesel-mekanikari. Hann bleiv eisini útbúgvin bilsýnismaður og tryggingarmaður. Hann arbeiddi sum mekanikari í 17 ár og á Tryggingini í nærum 30, mesta av tíðini innan marknaðarføring. 

Heðin Mortensen hevur nú sitið í býráðnum í Havn í 50 ár, hann hevur sitið mong ár á løgtingi, í landsstýrinum frá 2018 til 2020 sum landstýrismaður við samferðslumálum, og aftaná sum næstformaður í løgtinginum. Hann var formaður í Havnar Sjónleikarfelag í sjey ár og Havnar Róðrarfelag í sjey ár, Tórshavnar Ítróttarráð í trý ár og hann hevur verið forseti ÍSF's í 28 ár.

Heðin hevur sitið sum formaður í Kommunufelag Føroyar og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, hevur sitið sum limur í SEV-stýrinum og í stýrinum fyri Føroyar Handilsskúla og Tekniska Skúla. Hann varð valdur aftur í løgtingið í 2015 og til kommunuvalið í 2016 setti hann atkvøðumet við fleiri enn 2.500 persónligum atkvøðum. Hóast hann sat í andstøðu í fýra ár, endurtók hann bragdið við um 2.300 atkvøðum til seinasta val, sum vann honum borgarstjórasessin aftur.

Heðin gjørdist Riddari av Dannebrog í 1991, fekk íslendska ISI heiðurskrossin í 1996, ÍSF-heiðurskrossin í 1999, gjørdist Riddari av Dannebrog af Første Grad í 2003 og fekk innivist í Kraks Blå Bog í 2010. Og tá fekk hann eisini hægsta heiðursmerki frá danska ítróttarsambandinum, DIF. Og um somu tíð varð hann valdur ársins leiðari í Føroyum.

Í sambandi við 50 ára dagin verður skipað fyri almennari móttøku í Høllini á Hálsi 3. februar 2023. 

Eisini er kunngjørt, at tann 25. februar skipar Tórshavnar Musikkskúli fyri eini almennari fagnarkonsert fyri borgarstjóranum í Hátuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2023

61 Leygardagur 07. Jan 2023

Eyðólv Dimon farin frá fyri aldur

Tilsamans hevur Eyðólv verið lærari í nærum fýra áratíggju

Eyðólv Dimon hevur verið lærari í nærum fýra áratíggju (Mynd: Skúlin við Løgmannabreyt)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eyðólv Dimon hevur havt sín seinasta skúladag í Skúlanum við Løgmannabreyt. Undir morgunsanginum undanfarna fríggjadagin, varð skipað fyri fráfaringarhaldi.

Eyðólv tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1983. Fyrsta árið var hann lærari á Føroya Barnaheimi og í 1984 byrjaði hann í Venjingarskúlanum og var har til 2011, tá hann kom í Skúlan við Løgmannabreyt.

Eyðólv fekk miðskeiðis í áttatiárunum tænastumannastarv, og man vera ein av teimum seinastu, sum fekk tað, um ikki hin seinasti. Tilsamans hevur Eyðólv verið lærari í nærum fýra áratíggju.

Tvøramaðurin hevur fyri tað mesta undirvíst í elstu flokkunum og lærugreinar hansara hava fyrst og fremst verið føroyskt, landafrøði og søga. Harumframt hevur samfelagsfrøði og kristni verið nógv á tímatalvuni.

- Nú Eyðólv hevur valt at pensjonera seg og fara úr tænastumannastarvinum, missa næmingar og starvsfólk í Skúlanum við Løgmannabreyt ein vældámdan lærara við stórum alski til sítt yrki. Í læraragerninginum hevur Eyðólv verið røkin, stundisligur og altíð væl fyrireikaður - sjúkradagarnir hava verið sera fáir, skrivar skúlin á heimasíðuni.

- Tá ið tú sært henda fryntliga, vælklædda og væltrimmaða mann, kemur tær ikki til hugs, at talan er um ein, sum er í ferð við at pensjonera seg. Men soleiðis er, og vit kunnu í hvussu er siga, at Eyðólv er væl fyrireikaður at fara undir pensjónstilveruna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2023

62 Leygardagur 07. Jan 2023

Páll Vang, fyrrverandi borgarstjóra á Tvøroyri, til minnis

Týsdagin 3. januar andaðist Páll Vang, 73 ára gamal. Páll varð føddur á Tvøroyri hin 8. august 1949 og tók hann í 1973 læraraprógv á Holbæk Seminarium

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Tvøroyrar kommuna

Týsdagin 3. januar andaðist Páll Vang 73 ára gamal. Páll varð føddur á Tvøroyri, hin 8. august 1949 og tók hann í 1973 læraraprógv á Holbæk Seminarium. 

Páll arbeiddi sum lærari eitt tíðarskeið á Venjingarskúlanum í Havn, og síðan í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúlum. Afturat læraragerninginum, hevði Páll meklaravirki frá 1986-93.

Páll er tó einamest kendur fyri politiska virksemi sítt, og sat hann í Tvøroyrar býráð frá 1985 til 2000. Frá 1993 til 1996 og 1997 til 2000 sat Páll sum borgarstjóri á Tvøroyri. Frá 1981 til 1985 var Páll landsstýrismaður við landbúnaðar-, heilsu-, samferðslu- og løgmálum.

Lovandi yrkisleiðin hjá virkna sevmýrismanninum fekk ein bráðan enda sjálva jólaaftan í 1999, tá Páll gjørdist illa sjúkur og varð lagdur undir skurð á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Hóast Páll fekk góða viðgerð og kom fyri seg aftur, gjørdi støðan tann, at Páll mátti trekkja seg sum borgarstjóri og av arbeiðsmarknaðinum.

Árini síðan álvarsama tilburðin jólaaftan í 1999 hava sjálvandi verið merkt av álvarsomu sjúkrastøðuni, men Pálli so líkt, so hevur hann stríðst fyri sínum, fyri at kunna vera ein partur av uppvøkstrinum hjá børnum og abbabørnum – eitt stríð, ið vardi yvir 23 ár.

Tvøroyrar kommuna vil takka Páll Vang fyri tíðina sum býráðslimur og borgarstjóri. Tøkk fyri eitt virðiligt og gevandi tíðarskeið á Tvøroyri.

Friður verið við minninum um Páll Vang.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. Jan 2023

63 Leygardagur 07. Jan 2023

Líggjas Joensen in memorian

Friður verið við minninum um merkismannin, ítróttavinin og vinmannin Líggjas Joensen

Líggjas og konan Hergerð. Myndin er tikin í samband við ÍtróttaFAGNAÐIN 2019 (Mynd: Ólavur Frederiksen / ÍSF)
SkrivaÐ:

Minningarorð / ÍSF

Tann 27. desember bórust boðini um, at Líggjas Joensen, fyrrverandi forseti ÍSF, var farin um sýn 81 ára gamal.

Barna- og unglingaárini hjá Líggjas vóru í Syðrugøtu, men hann flutti til Tórshavnar í 1962 í sambandi við, at hann fór í læru í Føroya Banka. Hann festi búgv í  í Tórshavn og hevur búð har øll árini við undantak av tveimum árum miðskeiðis í sekstiárunum, tá hann búði og arbeiddi í Keypmannahavn.

Líggjas var virkin maður og hevur gjøgnum lívið haft mong álitisstørv. Hann hevur m.a. starvast innan flutningsvinnu, grannskoðan, kommunala fyrisiting, fiskasølu og sum sjálvstøðugt vinnurekandi.

Íðin og arbeiðssamur røkti hann størv síni, men tað eru ikki bert arbeiðsplássini, ið hava fingið gagn av ágrýtni Líggjasar. 

Eisini fyri føroyska ítrótt kom hann at hava stóran týdning, og hevði hann sín stóra leiklut í fyrisitingini og menningini av føroysku ítróttarrørsluni.

Líggjas kom upp í ítróttararbeiði í 1970, tá hann gjørdist nevndarlimur í Havnar Badmintonfelag, har hann eisini spældi badminton. Longu árið eftir, í desember 1971, varð hann valdur forseti í Ítróttasambandi Føroya. Hetta starvið røkti hann til 1976, tá hann ikki stillaði upp aftur til val.

Hetta vóru hendingarík ár. Ansurin fyri ítróttini vaks, og m.a. áhugin fyri at fáa møguleikar at sleppa at kappast uttan fyri landoddarnar øktist. Skuldi hetta lata seg gera, so var neyðugt at fáa limaskap í altjóða ítróttasambondunum. Í 1972 gjørdist Føroyar fyribils limur í altjóða hondbóltssamgonguni IHF. Nógv arbeiði varð síðani lagt í at vinna ÍSF fullan limaskap og hetta gav úrslit, tí í 1974 avgjørdi aðalfundur IHF einmælt, at ÍSF skuldi gerast sjálvstøðugur limur í samgonguni.

Í seinasta starvsárinum hjá Líggjasi sum forseti fingu Føroyar eisini fullan limaskapi í Nordisk fælleskomité fyri Ítróttasambond og kundu taka lut í á jøvnum føti við hini norðurlendsku ítróttasambondini.

Økta virksemið innan ISF hevði eisini við sær, at neyðugt varð at útvega felagsskapinum størri húsarúmd.  Gjørt var av at keypa húsini, sum hondbóltsfelagið Neistin átti í Gundadali. Húsið var bygt eitt sindur um, so tað hóskaði til táverandi tørvin hjá ÍSF. Á 35 ára føðingardegnum hjá ítróttasambandinum flutti felagsskapurin so úr Sverrisgøtu niðan í Gundadal í tað hús, ið gjørdist høvuðssæti ÍSF til tað mátti víkja, nú nýggjur 50 metra hylur verður bygdur aftrat svimjihøllini.

Líggjas hevði fólkaeydnu. Dugdi væl at práta við fólk og var ein skemtingarsamur álvaramaður. Arbeiðssamur, dugnaligur og góður í ráðum.

Hetta hevði eisini við sær, at boð vóru eftir honum í sambandi við, at C HM kappingin í hondbólti varð fyriskipað í Føroyum í 1980. Líggjas kom við í arbeiðið í 1978, tá C HM var í Schweitz. Hann var og sá, hvussu kappingin var løgd til rættis og fekk íblástur til, hvussu farast skuldi fram í Føroyum tvey ár seinni.  Nevndin, ið legði til rættis, gjørdi eitt stórt arbeiði og stóra kappingin, sum var í februar 1980, eydnaðist væl. Nevnast kann, at í kappingini tóku m.a. Noreg, Eysturríki og Frakland lut. Tjóðir, sum í dag eru millum tær fremstu í heiminum innan hondbólt.

Í 1979 varð bygnaðurin í ÍSF broyttir. Ítróttagreinarnar, ið høvdu verið skipaðar í deildir, kundu nú skipað seg í sjálvstøðug sersambond innan ÍSF.  Hendan møguleika nýtti hondbólturin, og varð Líggjas valdur sum fyrsti formaður í Hondbóltssambandi Føroya, tá hetta varð sett á stovn í 1980. Hetta starv røkti hann til 1982.

Í sambandi við at Oyggjaleikir skuldu verða í Føroyum í 1989 varð aftur boð eftir Líggjasi. Hann gjørdist limir í fyrireikingarnevndini, har hann, saman við øðrum, serliga hevði við fíggjarviðurskiftini at gera. Eitt arbeiði, sum eydnaðist so væl, at tá leikirnir vóru lidnir var yvirskot.

Fyri arbeiðið sítt innan ÍSF er Líggjas heiðraður við bæði silvur- og gullmerki Ítróttasambandsins, ið verða givin teimum, ið hava uppiborið heiður fyri stuðul og áhuga fyri ítróttini umframt at tey hava gjørt eitt munagott arbeiði til frama fyri føroyska ítrótt.

Aftrat hesum er Líggjas eisini heiðraður við gullmerki ÍSF við bjálka, ið bert verður latið forsetum og heiðurslimum í ÍSF.

Nú Líggjas er farin, drýpa vit høvur og syrgja saman við tykkum hansara kæru.

Tey góðu minnini um Líggjas vilja liva víðari í okkum, hóast sorgin og saknurin eru tey, ið kennast sterkast í hesum døgum – ikki minst hjá tykkum, ið stóðu honum nærmast.

Friður verið við minninum um merkismannin, ítróttavinin og vinmannin Líggjas Joensen.

ÍSF

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2023

64 Leygardagur 07. Jan 2023

Nøkur minningarorð um Absalon Lydersen

Absalon er farin – vit søgdu honum farvæl á tignarligari løtu í Vesturkirkjuni. Síðan varð kistan flutt við tyrlu út á Kirkju, og nú hvílir hann í fedranna jørð

(Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard / Fólkakirkjan)
SkrivaÐ:

Minningarorð / Árni Dahl

“Eg sat á urðargróti ein fagran summardag
tí bjørtu sól ímóti, seg lyfti hvørt eitt blað.
Ei nakað sinnið tyngdi; øll verðin tyktist glað.

Hin vangagrái ringdi, hann hevði fullgott lag.

Alt tyktist til tað besta í dag at laga seg,
á landi av tí mesta, og lotið rættan veg.
Teir sótu bringubrattir og ristu nev so reyð,

teir taktu sjógvin tættir, og mest var ungt, ið fleyg.”

Hesi ørindini hjá Mikkjali á Ryggi renna fram fyri meg, tá ið eg í huganum minnist  aftur á tey fólk, vit komu at kenna úti í Fugloy árini frá 1975.

Eitt av hesum fólkum var Absalon Lydersen á Kirkju, sum 15. desembur fylti níti og tveir dagar seinni legði eyguni saman á seinasta sinni.

Absalon var yngsti sonur Ólav Lydersen á Kirkju og Amaliu Fredriksen, sum hevði røtur úr Uppistovu í Hattarvík og úr Svínoy. Tey bygdu beint norðan fyri húsini Í ovara Garði, haðan Ólavur var ættaður.

Sum aðrir dreingir fór Absalon til skips heilt ungur og royndi nógvar veiðihættir, bæði við snøri, snellu, línu og troli – kvikhentur, áhaldin og treystur.

Seinni gjørdist hann heimamaður og fór at arbeiða á landi. Hann var uppi í, tá ið Fugloyggin fekk ravmagn í 1968, og hann var teirra millum, ið gjørdu vegin millum bygdirnar báðar. Seinni gjørdist hann avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni.

Uppvaksin á Kirkju visti hann alt um streym og vind og kundi neyvliga siga, nær og um samband fekst við oynna, tað veri seg á gomlu lending, nýggju lending, á Skoragjónni, ella, tá ið líkindini vóru ivasom, norðuri í Vági – eftir posti og fólki, um lendandi var har við lítla báti. 

Absalon var eingin glaðingarmaður – gjørdi ikki nógvan háva burtur úr sær sjálvum, men hansara partur lá ikki eftir. Hann var av kønastu útróðrarmonnum, kendi øll ýti á sínum heimaleiðum og kundi leggja hvønn plink og hvørt mið á sínari farleið. Fleygamaður var hann tiltikin, og eitt tað størsta bjargingarbragdið í føroyskari søgu gjørdi hann ein summardag miðskeiðis í fimmtiárunum í farnu øld. Tað er lýst í grein í “Ítróttatíðindum”, og greitt er frá tí í útvarpinum í eini sending, sum Niels Juel Arge stóð fyri – har komu bæði Absalon og bjargaði maðurin til orðanna.

Absalon, sum tá var um tjúgu ára aldur, sat niðast í upsini við Kjálkan norðuri í Bergi og fleygaði, aðrir menn vóru hjástaddir. Nakað seinni komu aðrir menn norður, og ein teirra skuldi skifta um við Absalon. Hann loysti seg tí úr bandinum, hann av trygdarávum sat bundin í. Tá ið hin maðurin skuldi fara oman til hansara, snávaði hesin og fór á bólt í brattanum, og sum hann sjálvur tók til í sendingini: “Har var bara ein vegur, og tað var útav” – einar 200 favnar í sjógv. Snarráðin og kvikur rætti Absalon stongina tvøra, har ið maðurin kom, og hesin fekk tak á henni og ók niður eftir stangartrænum, til stangarhornið møtti sum ein pálur undir hondini á honum og steðgaði honum. Tá stóð nógv á hjá Absaloni, men sum hann tók til: “Eg hevði so gott fyri høgra fót, at tað bilti ikki”. So handasterkur var hesin unglingi, at hann helt, hóast hann losnaði úr sæti, og hin, sum farin var útav við stongini, var so fimur, at hann lesti seg eftir stangartrænum upp um upsina og var bjargaður. Tað, sum kundi endað sum sannur feigdardagur í oynni, spældi bara væl av, tá ið saman um kom, og menn hildu tigandi at húsum aftur. 

Heilt ung funnu Absalon og Laura saman. Tey giftust, fingu børn, abba- og ommubørn og langabba- og langommubørn. Laura doyði í 2017, og tað var Absaloni sárur missur.

Sum hjún vóru tey saman um alt, og hús teirra stóðu altíð opin, tá ið fólk komu á gátt. Og har komu mong á gátt. Tá ið ikki var atleggjandi í Hattarvík, varð farið upp á land á Kirkju, tá ið komið var út til Fugloyar, og somuleiðis tá farið varð avstað: Viðraði ikki í Hattarvík, varð farið yvir á Kirkju. Og har hjá Lauru og Absaloni var altíð hjartarúm og húsarúm, meðan bíðað varð annaðhvørt eftir postbátinum ella   eftir bilfarti yvir til Hattarvíkar.

Tey árini, vit búðu í Fugloy – tólv ár tilsamans frá 1987 til 2010 – komu vit nógv saman, og serliga dvølja minnini við dansikvøldini vit høvdu, skiftandi í Útistovu í Hattarvík og í kjallaranum hjá Lauru og Absaloni yviri á Kirkju, áðrenn tey fingu sær handil har. Minnisríkar eru eisini bygdasamkomur og jólaløtur, har ið sannaðist, at maður er mans gaman.

Absalon var góður vertskapsmaður; dugdi at skipa og dugdi annars uppi í mongum kvæðum, sum vóru á gólvi. Kátastur var hann, tá “Vaagen” rann um tangan fram, og burtur var allur vandi, tá kvað hann so inniliga við bros á kinn: “Signaður verði tann Føroyaklettur/ so væl har lívdi av landi.” Og væl dámdi honum at tríva í onkra sjómansrímu, og tá ið lagið var av tí besta, varð trivið í “Bukkutáttin”.

Eg hugsi tað mundi vera í brúdleypinum hjá Leivi í Mittúni og Conny, at drunnurin varð borin inn, tá ið morgunmaturin kom fyri. Tá kvað eg hetta ørindið: “Hesin drunnur hevur sæð mangar dreygar/ eg sendi hann til Absalon, sum havhestar fleygar”. Tá var hann sum ein sól at síggja, sprakk á føtur og yrkti drunnin frá sær við væl valdum orðum. Eg haldi tað mundi vera somu ferðina, at onkur – tá ið drunnurin varð sendur út í køkin, so leikur skuldi enda – kvað: “Kokkurin gongur í køkinum so fattur/men vit vilja hava drunnin aftur.” Tá var látur, og spælið helt á eina løtu aftrat.

Ja, ein er tíðin at dansa, var gamalt sagt.

Absalon er farin – vit søgdu honum farvæl á tignarligari løtu í Vesturkirkjuni. Síðan varð kistan flutt við tyrlu út á Kirkju, og nú hvílir hann í fedranna jørð.

Vit drýpa høvur, men goyma minnið um ein vinsælan mann, sum ríkaði okkum tilveruna. Samstundis vátta vit tykkum, hansara kæru, okkara djúpastu samkenslu.

Tórshavn 30.12-2022
Árni Dahl

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2022