Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 21. Jan 2023 | Nr. 3 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Olvheðin fekk ein stól - men varð vrakaður seinni

SíÐa 32

1 Leygardagur 21. Jan 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Trivnaður og framburður

Ikki sørt av spenningi er undan borgarafundinum, sum er lýstur at vera í Salt á Drelnesi týskvøldið.

Sambært heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu, er endamálið við fundinum at geva Pf. Varðanum “...høvi at greiða frá ætlanini, so borgararnir fáa innlit í málið og fáa møguleika at seta spurningar”.

Varðin Pelagic hevur, síðan uppsjóvarvirkið kom fyri gott tíggju árum síðani, verið gagnligt fyri Tvøroyar bý. Men nakað prýði er virkið ikki, hóast ómakur er gjørdur til tess at skapa eitt hugnaligt “býarrúm” innan fyri virkið, framman fyri søguligu handilsbygningarnar har.

Eisini var ógvusligi og ræðuligi eldsbrunin í 2017 orsøk til, at virkisbygningurin, ið varð reistur aftur, gjørdist munandi minni ljótur enn tann fyrri.

Áleið 250 metrar í longd og 50 metrar í breidd fyllir Varðin Pelagic á havnarlagnum á Tvøroyri í dag. Eitt fitt petti av fjørðu varð inndrigið til seinastu útbyggingina, so at stásilig vælahús mistu útsýnið og atgongdina til fjørðina og fjørðin.

Við ynskinum um at útbyggja virkið við lýsi og proteinframleiðslu, er ætlanin nú at økja um fabriks-kompleksið á havnarlagnum, og harvið er eisini okkurt, ið má lúta fyri framburðinum.

Júst hvørjar ætlanirnar eru og hvussu tær koma at síggja út, vita vit ikki í løtuni. Nokk verður meira at frætta á fundinum týskvøldið.

Men tað eru røddir frammi á Tvøroyri, sum muta ímóti, sum óttast hvat fer at henda við trivnaðin í býnum, tó at vit hava varðhugan av, at tað eru fleiri, sum eru fyri útbyggingini, tí virkið er gagnligt fyri býin og tess fleiri arbeiðspláss kunnu fáast til vega, tess størri er menningin, verður mett.

Natúrligi spurningurin tó, hvussu stóran part av einum býi, har fólk livir og býr og hevur gjørt tað í meira enn eina øld, kann vinnulívið loyva sær at inndraga til frama fyri framburðinum? Nær er nokk?

Hvat hendir, um tvøráfólk siga neitakk? Ella myndugleikar? Er tað hugsandi, at virkið verður flutt av oynni? Og er tað nakar annar, ið vil hava tað?

Ynskiligt hevði verið, um virkiseigararnir sjálvir høvdu innsæð, at á hesum stað er nóg mikið útbygt. At virkið ikki kann tilláta sær at skugga fyri býnum meira enn tað longu ger.

Tí verður spennandi at vita, hvørji alternativini eru. Varðin hevur í tíðindaskrivi greitt frá, at virkið hevur sent partar av restrávøruni frá svartkjaftaframleiðsluni “yvir Suðoroyarfjørð” til tess at brúka í protein- og lýsiframleiðslu aðrastaðni. Er tá ikki hugsandi, at ætlaða nýggja protein- og lýsiverksmiðjan eins væl kundi ligið eitt sindur frá núverandi virkinum, kanska hinumegin fjørðin ella í óbygdum onkrastaðni? Tað er ikki líka langt, sum at flyta restrávøruna um Suðuroyarfjørð.

Á Havsbrún bar til fyri nógvum árum síðani at leggja eina rørleiðing upp á kanska 2.000 metrar fyri at føra frárenslið frá fabrikkini norður um Ennið og í streymasjógv. Fjarstøðan frá núverandi virki á Tvøroyri og yvir um fjørð er lítið meira enn 600 metrar.

Varðin er ein sterk og væl grundað fyritøka. Tað vildi eisini verið ein “sterk” og framtakssinnað íløga, um felagið kom við uppskoti til eina alternativa staðseting, sum varðveitir Tvøroyri sum tann hugnaliga bý, hann hóast alt er í dag.

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3687

    Lisnar síður: 14575

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 21. Jan 2023

Royna at snýta føroyingar

Fleiri phishing álop í gongd í løtuni, sigur løgreglan

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Løgreglan hevur fingið fráboðan um, at fleiri phishing teldupostar eru í umferð í Føroyum í løtuni.

Á myndini, sum sæst í greinini, sæst dømi um, hvussu tann eini av hesum teldupostunum sær út.

Í hesum phishing teldupostinum er eitt leinki til eitt OneNote dokument, ið inniheldur eitt leinki til eina phishing heimasíðu, har tú verður biðin um at skriva inn tínar innritanarupplýsingar.

[object Object]

Tær teldupostadressurnar, ið teldusníkarnir megna at fáa atgongd til, verða síðani eisini nýttar til at senda aðrar phishing teldupostar. Sendararnir av teldupostunum eru tískil veruligar teldupostadressur hjá føroyskum fyritøkum.

Um tú hevur móttikið ein tílíkan teldupost og hevur skrivað inn tínar innritanarupplýsingar, so verður mælt til, at tú skjótast gjørligt broytir títt loyniorð, loggar út av øllum aktivum sessiónum og setur upp tvey-faktor innritan. Eisini verður mælt til, at tú kannar, um nakrar reglur eru settar upp í teldupostkontuni, sum m.a. kunnu gera, at allir inngangandi teldupostar sjálvvirkandi verða strikaðir ella víðarisendir.

Um tú brúkar sama loyniorð á øðrum tænastum á internetinum verður eisini mælt til, at tú broytir loyniorð á teimum tænastunum skjótast gjørligt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2023

3 Leygardagur 21. Jan 2023

Minesto selur “føroyska” orkuloysn til Asia

Svenska fyritøkan, sum í nøkur ár hevur gjørt royndir við nýggjum drekaútbúnaði til at framleiða sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, hevur fyri fyrstu ferð selt loysnina til keypara í Asia

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta skrivar felagið á síni heimasíðu og sigur, at talan er um ein varða í felagsins søgu. Fyritøkan er millum heimsins fremstu í royndunum at framleiða streym frá sjóvarfalsorku.

Royndirnar hjá Minesto fara fram bæði í Føroyum og í Wales. Fyritøkan í Asia, sum hevur gjørt av at keypa drekaverkætlanina Dragon frá Minesto, skal brúka hana í sambandi við menning av orku til havs. 

Minesto samstarvar við SEV um at framleiða streym frá sjóvarfalsdrekum í Vestmannasundi og Heystfirði. Ætlanin er, at framleiðslan skal økjast sohvørt og gerast ein týðandi partur av føroyska orkukervinum í framtíðini. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2023

4 Leygardagur 21. Jan 2023

BankNordik leitar eftir nýggjum stjóra

Tryggingareftirlitið góðtók ikki Heina Thomsen sum nevndarlim í tryggingarfeløgunum hjá bankanum. Partarnir eru nú samdir um fráfaringaravtalu

Heini Thomsen fekk bert nakrar mánaðir í stjórasessinum hjá BankNordik
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nevndin í BankNordik og Heini Thomsen gjørdu hósdagin eina fráfaringaravtalu, sum inniber, at Heini Thomsen fer úr starvinum sum stjóri í BankNordik.

Hesum boðar bankin frá í fráboðan á heimasíðuni.

- Tryggingareftirlitið tók herfyri avgerð um ikki at góðkenna Heina Thomsen sum nevndarlim í tryggingarfeløgunum hjá BankNordik-samtakinum, og í tí sambandi eru partarnir komnir ásamt um at steðga samstarvinum, skrivar BankNordik.

Stjórnin í bankanum verður mannað av Árna Ellefsen, forstjóra, og Turið F. Arge, stjóra, inntil síðst í apríl, tá ið Árni Ellefsen leggur frá sær, og Turið F. Arge, sum áður fráboðað, tekur við sum forstjóri.

Nevndin í BankNordik takkar Heina Thomsen fyri samstarvið og fer nú undir eina tilgongd at seta nýggjan stjóra, sum saman við Turið F. Arge skal manna framtíðar stjórn bankans.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2023

5

Størv

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgevingina

Meira Umsóknarfreist: 28. apríl 2024

Fíggjarleiðari

Meira Umsóknarfreist: 10. mai 2024

Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktari til seingjadeildina

Meira Umsóknarfreist: 06. mai 2024

Nordiska ministerrådet söker direktör till Nordens institut i Grönland (Nuuk)

Meira Umsóknarfreist: 14. mai 2024

Redovisningsmedarbetare till Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist:

Elektrikkari til Articon

Meira Umsóknarfreist: 06. mai 2024

Ráðgevi til Granskingar- og framtakseindina á Setrinum

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Verkfrøðingur til Sev

Meira Umsóknarfreist: 29. apríl 2024

Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir tímalærarum

Meira Umsóknarfreist: 02. mai 2024

Bókhaldsfólk til P/F Frost

Meira Umsóknarfreist: 13. mai 2024

Maskinmeistari til teknisku deild á virkinum á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. mai 2024
6 Leygardagur 21. Jan 2023

Tekur ikki undir við føroyskum javnaðarungdómi

Sjúrður Skaale tók á røðarapallinum í Fólkatinginum frástøðu frá útsagnunum hjá ungmannafelag Javnaðarfloksins um NATO

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Boðskapurin um Nato hjá ungmannafelagnum hjá Javnaðarflokkinum, Sosialistisk Ung (SU), rakk hóskvøldið niður til Danmarkar og á fólkating. Tá Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, hevði orðið, varð hann spurdur um hann var samdur í SU.

Ungu javnaðarfóllkini taka ikki undir við at samstarva við Nato.

- Nei, eg eri ikki samdur, og tað er móðurflokkurin (Javnaðarflokkurin, red.) heldur ikki samdur í. Ikki ein tann einasti sosialdemokratiski flokkur í Evropa, sum er samdur í tí. Nato er nakað sum sosialdemokratisku flokkarnir í øllum Evropa stuðla 100 prosent, segði Sjúrður Skaale greitt.

[object Object](Skíggjamynd: Folketinget)

Tað var Sólbjørg Jakobsen úr Runavík, sum er nýggjur fólkatingslimur fyri Liberal Alliance, ið spurdi um uppslagið hjá ungmannafelagnum hjá Javnaðarflokkinum, Sosialistisk Ung.

- NATO er ein leivd av Kalda Krígnum, sum hevur til endamáls at varðveita evropeiska harðræði. Retorikkurin rundan um “at vera partur av vesturheiminum” er fremmanda illviljaður og sipar til eina “vit móti tykkum” heimsfatan, skrivar SU á Instagram.

[object Object](Skíggjamynd: Sosialistisk Ung / Instagram)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2023

7 Leygardagur 21. Jan 2023

30 ár síðani Marita gjørdist løgkvinna

Hon er framvegis einasta kvinna, sum hevur røkt embætið

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

18. januar vóru 30 ár síðani, at Marita Petersen gjørdist løgkvinna. Hon er framvegis einasta kvinna, sum hevur røkt embætið.

Marita Petersen var løgmaður kreppuárini 1993 og 1994. Seinni var hon eisini fyrsta kvinna nakrantíð, sum varð løgtingsforkvinna.

Árini 1993 til 1996 var hon forkvinna í Javnaðarflokkinum.

Marita Petersen stillaði tríggjar ferðir upp til løgtingið. Hon varð vald hvørja ferð. Fyrstu ferð var í 1988. Hon stillaði eisini upp í 1990 og 1994. Besta løgtingsvalið gjørdi í 1994, tá ið hon fekk 595 persónligar atkvøður.

Hon stillaði eisini upp til fólkatingsval tríggjar ferðir. Fyrstu ferð var í 1988. Hon stillaði eisini upp í 1994 og 1998. Hennara besta fólkatingsval var í 1994, tá ið henni eydnaðist at fáa 1.396 persónligar atkvøður. Hon varð ongantíð vald á fólkating.

Fólkatingið avgjørdi fyri nøkrum árum síðani at heiðra 30 kvinnuligum politikarum, sum hava havt stóran týdning fyri fólkaræðið í Danmark síðani 1915, tá ið kvinnur fingu valrætt.

Marita Petersen er ein teirra, ið verður heiðrað. Um hana verður millum annað sagt:

“Marita Petersen var den første kvinde, der nåede til tops i færøsk politik.(…)Hun var en dygtig forhandler med stort strategisk overblik og høstede stor respekt bade blandt politiske kollegaer og blandt den færøske befolkning.”

Kelda: valurslit.fo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2023

8
Leygardagur 21. Jan 2023

Býráðslimir á ferð í Evropa við Varðanum Pelagic

Allir býráðslimir og starvsfólk í Tvøroyrar kommunu umframt fleiri starvsfólk hjá Varðanum Pelagic eru á rannsóknarferð í hesum døgum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Allir býráðslimir á Tvøroyri umframt starvsfólk hjá kommuni, eru í hesum døgum á rundferð í Evropa við starvsfólk hjá Varðanum Pelagic. Hetta skrivar Frihedsbrevet.fo.

Ferðalagið leitar sær íblástur til eina verksmiðju, sum Varðin Pelagic møguliga skal byggja á Tvøroyri. Frihedsbrevet.fo skrivar, at tey hava verið í Danmark, í Polandi, Týsklandi, og nú eru tey í Aberdeen í Skotlandi áðrenn tey fara til Føroya umvegis Noreg.

[object Object]

Varðin Pelagic handaði tann 30. desember 2022 umsókn um byggiloyvi til Tvøroyrar býráð. Ætlanin er at víðka um virksemi til eina protein- og lýsiverksmiðju.

Týsdagin verður borgarafundur um útbyggingina. Her fær Varðin Pelagic høvi at greiða frá ætlanini, men møguleiki er eisini hjá borgarum at seta spurningar.

Tað er Varðin Pelagic, sum eftir áheitan frá býráðnum hevur samskipað túrin, men eftir øllum at døma er eitt sindur ógreitt hvør skal rinda.

Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum sigur við Frihedsbrevet.fo, at Varðin Pelagic rindar fyri síni starvsfólk, og kommunukassin á Tvøroyri rindar fyri sínar býráðslimir og starvsfólk. Men kommunustjórin ætlar ikki, at hendan rannsóknarferð ella aðrar ferðir í hesum sambandi, skal kosta kommunukassanum, og tí verður møguliga so, at Varðin Pelagic fær eina rokning frá Tvøroyrar kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2023

9 Leygardagur 21. Jan 2023

New York í skránni hjá Atlantsflog fyri 2023

Tað verður í heyst, at tað fer at bera til at flúgva úr Vágum beinleiðis til milliónabýin New York

Times Square (Mynd: Wikipedia)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í fleiri ár hevur Atlantsflog arbeitt við at fáa neyðug loyvi til vega, so flúgvast kann til New York, men nú bendir okkurt á, at tað endiliga verður.

Flogfelagið boðaði í summar frá, at ætlanin framvegis var at fáa flúgving til USA í lag, og í flogrutuni fyri 2023, verður greitt frá hvørji ferðamál flogfelagið fer at hava, stendur, at New York City verður í heyst.

Enn er New York sum valmøguleiki tó ikki komið heimasíðuni hjá flogfelagnum.

Annars flýgur Atlantsflog í ár til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg, Keflavíkar, Oslo, Paris, Barcelona, Mallorca og Gran Canaria.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2023

10 Leygardagur 21. Jan 2023

52 prosent grøn elorkuframleiðsla í 2022

Vit brúktu metnógvan streym í fjør, men yvir helmingurin av honum var úr varandi orkukeldum. Ongantíð fyrr er so nógv burðardygg elorka framleidd í Føroyum, og í Suðuroy var orkuframleiðslan 100 prosent burðardygg í tilsamans smá 56 samdøgur

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Samlaða elframleiðslan í 2022 øktist 2,3 prosentum í mun til árið fyri, t.e. úr knøppum 424 GWt upp í smáar 434 GWt. Góðir 226 GWt vórðu framleiddir úr varandi orkukeldum, sum svarar til góð 52 prosent.

Hetta er mesta árliga elframleiðsla nakrantíð og samstundis mesta úrtøka av varandi orku nakrantíð skrivar SEV á síni heimasíðu. 

Varandi orkan í 2022 var býtt soleiðis: 130,9 GWt (30,2%) úr vatni, 90 GWt (20,7%) úr vindi, 5,4 GWt (1,3%) úr biogassi, og 0,171 GWt úr sólorku.

SEV og dótturfeløgini stóðu fyri 90,8 prosentum av samlaðu framleiðsluni, meðan Vindrøkt/Røkt stóðu fyri 7,9 prosentum, og biogassverkið Førka framleiddi 1,3 prosent av samlaðu elorkuni. Í tilsamans 50 samdøgur var orkuframleiðslan í meginøkinum yvir 80 prosent grøn, meðan tølini í Suðuroy eru enn hægri.

Nýbrot í Suðuroy

Tað, sum sermerkti 2022 í elveitingarhøpi, vóru nýbrotini í Suðuroy, har støðin í Porkeri, við battaríum og synkronkompensatori varð tikin í nýtslu.

Tíðliga á heysti sást týðulig broyting í  framleiðslumynstrinum, og í seinasta árfjórðingi var framleiðslan úr varandi orku í Suðuroy heili 74 prosent, býtt á 55 prosent úr vindi og 19 prosent úr vatni.

Vágsverkið, sum seinastu fimm árini hevur framleitt umleið 10 GWt úr olju seinasta ársfjórðing, framleiddi bert 2,8 GWt fjórða ársfjórðing í 2022. Ein stóran part av tíðini hevur verkið ligið stilt, meðan vindur, vatn, sól, battarí og synkronkompensator hava veitt suðringum streym.

Í tilsamans 55,9 samdøgur hava suðringar havt 100 prosent grøna orku í kontaktini, og í góð 83 samdøgur hevur orkan verið yvir 80 prosent grøn.

- Royndirnar úr Suðuroy boða frá góðum, men vit mugu síggja eitt heilt ár og serliga hvat summarhálvan fer at vísa, áðrenn vit fáa sagt nakað endaligt um verkætlanina, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.

Framleiðslan úr olju á Sundi minkaði í 2022

Í meginøkinum er Sundsverkið enn bulurin í framleiðsluni, og framleiðir størsta partin av elorkuni. 

Í 2022 framleiddi Sundsverkið 186 GWt, ella góð 47 prosent av samlaðu elframleiðsluni í meginøkinum. Umframt nógvu kilowatttímarnar, sum Sundsverkið stendur fyri, veitir verkið týðandi skipanarberandi tænastur, so sum tryggan eykamátt,  rullandi eykamátt, reguleringskraft, inerti og kortslutningsmátt.

Sermerkt fyri 2022 var tó, at tað er fyrstu ferð síðan 2015, at framleiðslan á Sundi er í minking í mun til árið frammanundan. Framleiðslan á Sundi var 21 prossent minni enn í 2021. Tað er serliga lutfalsliga stóra framleiðslan úr vatni, og økti vindorkumátturin, sum viðførdi lægri framleiðslu á Sundi.

Vatnorkan ger munin

Framleiðslan úr vatni royndist sera væl í 2022, sum bleiv besta árið síðan metárið 2015, tá framleiddir vórðu 133 GWt úr vatni.

Felags fyri 2015 og 2022 er, at tað regnaði óvanliga nógv. Avfallsmátarin á Fitjunum í Vestmanna máldi 2.573 millimetrar fyri árið 2022. Til samanberingar kom avfallið upp á góðar 1.904 millimetrar í 2021. Í 2015 regnaði enn meira, og samlaða avfallið var góðar 2.680 millimetrar.

Sermerkt fyri 2022 var, at nógva regnið fall í juli og august. Framleiðslan úr vatni gjørdist hesar báðar mánaðinar umleið tríggjar ferðir størri enn miðalframleiðslan fyri hesar mánaðirnar.

Verkini í Vestmanna, Fossá-, Mýru- og Heygaverkið settu í 2022 met við tilsamans 57,4 MWt. Eiðisverkið er tó væl størsta einstaka vatnorkuverkið, og framleiddi í 2022 64 GWt, ella góð 16 prosent av samlaðu framleiðsluni í meginøkinum.

Vindorkan royndist betur

2022 var sermerkt við vindorku við tað, at bæði Vindrøkt og Magn settu stórar vindmyllulundir upp og byrjaðu framleiðslu ávikavist á Gellingarkletti og í Flatnahaga oman fyri Havnina.

Framleiðlsan hjá Magni var tó bert royndarframleiðsla, sum ikki sæst aftur í samlaðu framleiðsluni.

Myllurnar hjá Vindrøkt fóru undir framleiðslu í juli, og náddu í 2022 eina framleiðslu á 28,1 GWt, svarandi til 7 prosent av samlaðu framleiðsluni í meginøkinum.

Tað hilnaðist eisini betur hjá vindfeløgum hjá SEV í 2022 í mun til árið frammanudan. Í Húsahaga vóru framleiddir 31,8 GWt og í Neshaga var úrslitið 11,3 GWt; í báðum førum er talan um betri úrslit enn í 2021.

- Tað gongur rætta vegin, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri.

- Ongantíð fyrr er so nógv varandi elorka framleidd í Føroyum, og tað er at fegnast um. Enn er tað vatnorkan, sum stendur fyri tí mesta, men útlit eru fyri væl meiri vindorku longu í ár, við tað, at elnetið fer at kunna taka ímóti størri nøgd av vindorku frá myllunum á Gellingarkletti seinni í ár, og somuleiðis fer Magn væntandi undir framleiðslu í Flatnahaga.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2023

11 Leygardagur 21. Jan 2023

Útflutningurin til Russlands minkaður munandi

Í november seldu vit russum sild fyri 48 milliónir og olju og aðrar vørur til skip fyri 20 milliónir

Vit seldu russum sild fyri 48 milliónir í november
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Úflutningurin til Russlands er minkaður munandi síðani russisku innrásina í Ukreina.

Tað vísa útflutningshagtølini frá Hagstovuni. Seinastu tølini eru fyri november 2022, tá Føroyar útfluttu fyri 73 milliónir krónur til Russlands.

48 milliónir av hesum var sild og 20 milliónir krónur var brenniolja og aðrar vørur til russisk skip.

Útflutningurin til Russlands í november var nakað minni enn mánaðin frammanundan. Yvirhøvur sæst eitt stórt fall í russiska útflutninginum síðan innrásina í februar í fjør.

Í november mánaði 2021 var føroyski útflutningurin til Russlands 257,6 milliónir krónur vísir grafurin herundir, sum sammetir útflutningin til Russlands við útflutningin til Evropa annars.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2023

12 Leygardagur 21. Jan 2023

11,2 milliardir útgoldnar í lønum í 2022

Í desember var ein góð milliard útgoldin í lønum, og tað er met fyri einstakan mánað, sigur Hagstovan

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í fjør vórðu 11,2 milliardir krónur útgoldnar í lønum í Føroyum, og tað eru 4,9 prosent meira í mun til 2021.

Av einstøku mánaðunum er tað desember, sum skilir seg burturúr. Tá var góð milliard útgoldin í lønum, og tað er met fyri einstakan mánað, skrivar Hagstovan.

Í fjør áttu menn 61,3 prosent av lønarútgjaldingunum, meðan kvinnurnar áttu 38,7 prosent, og tað er sama býti sum í 2021.

Tá hugt verður at ymisku vinnunum, sæst, at løntanarar innan almennar og aðrar tænastur áttu 34,2 prosent av samlaðu lønunum, meðan parturin hjá privatu tænastuvinnunum var 31,1 prosent. Parturin hjá fiskivinnunu og øðrum tilfeingisvinnum var 19,7 prosent, og tey hjá byggivinnuni áttu 15 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2023

13 Leygardagur 21. Jan 2023

Metnógvir løntakarar í jólamánaðinum

Løntakaratalið í síðsta mánaði var 28.325, ið er næstan eitt prosentstig hægri enn í desember 2021. Tað er millum annað áhugavert, at bróðurparturin av vøkstrinum eru løntakarar, sum hava annan enn danskan ríkisborgaraskap

Yvir 28.300 løntakarar í desember 2022 og er hetta met fyri ein einstakan mánaða (Mynd: Hagstova Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í desember 2022 vóru stívliga 28.300 fólk í løntakarafjøldini. Tað er met fyri ein einstakan mánað, upplýsir Hagstovan, og er hetta talið næstan eitt prosentstig hægri, enn tað var júst eitt ár frammanundan.

- Tað eru 250 fleiri í løntakaraskaranum í desember borið saman við sama mánað árið fyri. Løntakarafjøldin veksur framvegis, men ikki við somu ferð sum undan koronufarsóttini. Í desember vaks løntakaratalið 0,9% samanborið við árið fyri. Í desember í 2019 vóru løntakararnir 2,5 prosent fleiri í mun til sama mánað í 2018.

Sambært tølunum hjá Hagstovuni lá vøksturin hjá bæði monnum og kvinnum, í mun til árið fyri, um eitt prosent. Tó var hann líka tað hægri hjá kvinnum.  Í desember vóru um 14.600 menn og 13.700 kvinnur løntakararar.

[object Object]

[object Object]
Samlaða talið - og vøksturin - av løntakarum (Myndir: Hagstovan)

Á hagstova.fo eru eisini talvur fyri einstøku vinnugreinarnar. Har sæst, at tað er ein vøkstur í teimum øllum. Í greinini "Almenn o.o tænasta" hevur vøksturin verið mest javnur - størri útsving hava verið í serliga "Fiskivinnu o.o tilfeingisvinnu".

Mest áhugavert er kanska, at ein alsamt størri partur av løntakaraskaranum hevur annan enn danskan ríkisborgaraskap. Tað hevur í seinastuni verið tosað nógv um útlendska arbeiðsmegi, og av teimum 250 fólkunum, sum eru løgd afturat løntakaraskaranum síðsta árið, eru tað góð 80 prosent, ella 200 av teimum, sum hava annan enn danskan ríkisborgaraskap.

- Í desember høvdu 7,0 prpsent av løntakarunum annan enn danskan ríkisborgaraskap. Í desember í 2021 var parturin 6,3 prosent. Fyri tíggju árum síðani høvdu 2,5 prosent av løntakaraskaranum annan enn danskan ríkisborgaraskap.

Størsti parturin starvast innan fiskavøruídnað, gistihús og matstovuvirki, ali- og kryvjivirki, umframt húsarhaldstænastur, skrivar Hagstovan, ið leggur afturat, at seinasta árið er tað serliga talið av løntakararum aðrastaðni frá enn úr Evropa, sum er vaksið.

[object Object]


[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2023

14 Leygardagur 21. Jan 2023

Stórur vøkstur í útflutninginum

Hóast nøgdin av fiskaútflutninginum minkaði við fýra prosentum, vaks útflutningurin við 27 prosentum í virði

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ellivu teir fyrstu mánaðirnar av 2022 útfluttu vit vørur fyri 11,4 milliardir krónur, harav 10,4 milliardir krónur vóru fiskavørur. Somu mánaðir í 2021 var útflutningurin 8,9 milliardir krónur. Hetta svarar til ein vøkstur á 27 prosent.

Útflutningsvirðið er vaksið fyri øll fiskasløg. Vøksturin stavar í høvuðsheitum frá prísvøkstri, tí útflutta nøgdin minkaði við 4 prosentum.

Laksaútflutningurin er vaksin úr 4 milliardum krónum upp í 5 milliardir krónur ella 27 prosent. Hetta hóast útflutta nøgdin minkaði 9 prosent. 

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu er vaksið 439 milliónir krónur ella 37 prosent, meðan nøgdin er vaksin 6 prosent, skrivar Hagstovan. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2023

15 Leygardagur 21. Jan 2023

Eyðgunn Samuelsen er nú næstforkvinna í Javnaðarflokkinum

At samansjóða tingfólkini er eitt av málunum hjá nýggju næstforkvinnuni, sum eisini er forkvinna fyri tingbólkin, nú Aksel V. Johannesen er vorðin løgmaður, og uppgávan hjá næstforfólkinum er nakað størri

Eyðgunn Samuelsen tann dagin samgonguskjalið varð undirskirvað. - Eg haldi, at politikkur seinastu árini er blivin meira og meira einstaklingakendur, meðan eg nokk hoyri til gamla slagið sum trýr, at vit eru sterkari saman, sigur Eyðgunn, sum eisini var næstforkvinna frá 2011 til 2015 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Serliga í hesum tíðarskeiðnum, tá formaðurin í flokkinum er løgmaður, er leikluturin hjá næstforfólkinum umráðandi, tí formaðurin hevur nógv um at vera,

Soleiðis sigur nýsetta næstforkvinnan í Javnaðarflokkinum, í samband við at flokkurin hevur kunngjørt, at roynda Eyðgunn Samuelsen tekur við sessinum. Formansskapurin í Javnaðarflokkinum er nú mannaður av Aksel V. Johannesen, formanni, Eyðgunn Samuelsen, næstforkvinnu og Jónu Ólavsdóttir, aðru næstforkvinnu.

Í 2011 broytti Javnaðarflokkurin bygnaðin í flokkinum, so tann løgtingslimurin sum verður valdur at verða tingbólkaforfólk, samstundis eisini verður næstforfólk í flokkinum. Í Javnaðarflokkinum er leiðslan sett saman av einum forfólki og tveimum næstforfólkum - eitt fólkavalt næstforfólk umframt eitt næstforfólk, sum er limur í Javnaðarflokkinum og valt inn í formansskapin á landsfundi, har limirnir í flokkinum atkvøða.

- Hesin bygnaðurin ger, at vit í Javnaðarflokkinum hava gott samband millum tingfólk og baklandið í flokkinum. Vit hava fastar fundir eina ferð um mánaðin, har fólk úr øllum landinum eru boðin við, og tað ger, at vit altíð vita, hvat rørir seg. Baklandið veit, hvat vit gera í tinginum, og vit í tinginum vita, hvat baklandið heldur um tann politikkin, vit føra, sigur Eyðgunn við síðuna hjá flokkinum.

[object Object]
Roynda tingkvinnan úr Javnaðaflokkinum á tingsins røðarapalli

Eyðgunn Samuelsen sat eisini sum næstforkvinna frá 2011-2015. Í byrjanini fer hon serliga at hugsavna seg um at samansjóðað tingfólkini og at royna at koma nakað burtur frá tí meira einstaklingakenda, ið hon metir eyðkennur politikk ov nógv nú

- Eg eri spent at fara ordiligt til verka, nú eg havi fingið ta stóru ábyrgd at vera næstforkvinna í Javnaðarflokkinum. Fyrstu vikurnar fari eg at hugsavna meg um at fáa samansjóðað tingfólkini. Eg haldi, at politikkur seinastu árini er blivin meira og meira einstaklingakendur, meðan eg nokk hoyri til gamla slagið sum trýr, at vit eru sterkari saman. Tað hevur nógv at siga fyri meg, at vit í tingbólkinum eru væl sjóðað saman og trívast, og tí fari eg í næstum at bjóða teimum 9 tingfólkunum til ein arbeiðsdag, har vit læra hvønn annan ordiliga at kenna og gera manngongdir fyri arbeiðið, vit eru farin undir.

Eyðgunn hevur leiðsluroyndir frá sínum starvi í Tekniska Skúla í Klaksvík, har hon hevur starvast síðani 1993, undantikið tá hon hevur verið í farloyvi í samband við løgtings- og landsstýrisarbeiði.

Royndi politikkarin er ættað úr Sørvági, men hevur leingi búð í Klaksvík.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2023

16 Leygardagur 21. Jan 2023

Fimtan ár og fimm val við einum valdømi

Hósdagin vóru 15 ár síðan, at føroyingar fyri fyrstu ferð fóru á val eftir at Føroyar vórðu skipaðar sum eitt valdømi

 
SkrivaÐ:

Valúrslit.fo

Hósdagin vóru tað 15 ár síðan, at føroyingar fyri fyrstu ferð fóru á val eftir at Føroyar vórðu skipaðar sum eitt valdømi. Tann 19. januar 2008 vóru 89,3 prosent á løgtingsvali.

Tjóðveldi var sigursharri á valinum í 2008. Miðflokkurin gjørdi sítt besta val nakrantíð og fekk tríggjar tinglimir, meðan Miðnámsflokkurin við Bergi Johannesen sum einasta valevni megnaði ikki at koma upp um tinggáttina.

Úrslitið á løgtingsvalinum í 2008 var:
Fólkaflokkurin: 20 prosent og 7 tinglimir
Sambandsflokkurin: 21 prosent og 7 tinglimir
Javnaðarflokkurin: 19 prosent og 6 tinglimir
Sjálvstýrisflokkurin: 7 prosent og 2 tinglimir
Tjóðveldi: 23 prosent og 8 tinglimir
Miðflokkurin 8 prosent og 3 tinglimir
Miðnámsflokkurin 0,7 prosent og ongan tinglim

Løgtingsvalið í 2008 var serstakt. Nýggja valskipanin hevði við sær, at føroyingar fyri fyrstu skuldu velja 33 tinglimir. 10 nýggir tinglimir vórðu beinleiðis vald á ting fyri fyrstu ferð. Tey vóru Jacob Vestergaard og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, Magni Laksáfoss, Bjørn Kalsø og Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum, Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkum og Bjørt Samuelsen, Bergtóra Høgnadóttir Joensen og Sjúrður Skaale úr Tjóðveldi.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð vórðu sjey kvinnur valdar beinleiðis á ting. Tær vóru Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum, Katrin Dahl Jakobsen og Helena Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkunum og Bergtóra Høgnadóttir Joensen, Annita á Fríðriksmørk og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi.

- Tað fer avgjørt at merkjast, at vit eru so nógvar. Sjey kvinnur gera stóran mun, segði Katrin Dahl Jakobsen við Sosialin eftir løgtingsvalið.

Júst spurningurin um kvinnuumboðan var ein av orsøkunum til, at Edmund Joensen, tinglimur hjá Sambandsflokkinum og løgtingsformaður, árið fyri – í 2007 – legði uppskot fram um at skipa Føroyar sum eitt valdømi.

Nakrar av hansara grundgevingum fyri broytingini vóru hesar:

Infrakervið í  Føroyum var nú so gott, at 85 prossent av fólkinum kundu í bili røkka 80% av landinum innan fyri ein tíma.  

Alt fleiri uppgávur verða lagdar til kommunurnar at umsita. Løgting og  landsstýri skulu taka sær av teim meira yvirskipaðu landspolitisku uppgávunum, meðan kommunurnar taka sær av tí meira lokalpolitiska.

Skipanin við sjey valdømi hevði við sær eitt demokratiskt undirskot, tí veljarin visti longu frammanundan, at tað var nyttuleyst at velja ávísar flokkar, tí flokkurin ikki hevur nakran møguleika at fáa tinglim valdan.

Føroysku kvinnurnar vóru undirumboðaðar á tingi við sjey valdømum. Roknast kundi við, at um Føroyar vórðu skipaðar sum eitt valdømi, fór hesin ójavnin at minka.

Løgtingsvalið tann 8. desember 2022 var tað fimta løgtingsvalið við einum valdømi.

Kelda: valurslit.fo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2023

17 Leygardagur 21. Jan 2023

Danskir kavarar til Føroya at eftirútbúgva seg

Kavaraskúlin hjá Faroe Dive er einasti í ríkinum, har ein kann læra vinnukaving við luftveiting

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá danska fólkatingið í 2018 gjørdi nýggja verjusemju, var eisini avgerð tikin um at steingja 135 ára gamla kavaraskúlan á Hólmanum í Keypmannahavn.

Tá hesin skúlin stongdi, gjørdist vinnukavaraskúlin í Føroyum tann einasti av sínum slag í ríkinum.

Tí hevur Faroe Dive merkt vaksandi áhuga frá útlendingum at útbúgva seg á føroyska kavaraskúlanum í Klaksvík, har tað alsamt verður arbeitt við at menna føroysku vinnukavaraútbúgvingarnar, soleiðis at møguleiki verður fyri at avgreiða enn fleiri altjóða viðurkendar útbúgvingar innan vinnukaving í Føroyum.  

Donsku kavararnir hava serliga áhuga í at eftirútbúgva seg til vinnukaving við luftveiting í Føroyum. Hetta er vinnukaving, har luft verður førd niður til kavaran við slangu.

Í Danmark er í løtuni bert møguleiki at útbúgva seg sum ‘lættur vinnukavari’, tað, ið vanliga verður kallað grundútbúgving í vinnukaving.

Ein dani hevur higartil tikið hesa grundútbúgvingina í Føroyum. Men tá eitt víðkað skeið í vinnukaving við luftveiting byrjar fyrst í februar, verða tríggir danir við.

Talan er um fornfrøðingar, ið longu eru lættir vinnukavarar, sum ynskja at eftirútbúgva seg í Føroyum í sambandi við teirra fornfrøðiliga arbeiði.

- Seinni í heyst hava tríggir aðrir danskir kavarar bílagt sær pláss til somu eftirútbúgving. Tí vænta vit, sum støðan er í løtuni, at hava uppstigað fimm til tíggju danskar kavarar, tá árið er av, sigur Janus Joensen, stjóri á FaroeDive.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2023

18
Leygardagur 21. Jan 2023

Fingu havtaskur við lundum í magunum

- Síðsta summar upplivdu vit tað sjáldsama á bankanum, at tvær ferðir fingu vit havtaskur við lundum í magunum, sigur Jákup Absalonsen, skipari á garnabátinum Gudrun

(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Fyri garnabátin Gudrun úr Klaksvík, sum roynir eftir havtasku, var árið 2022 brúkiligt.

Nøgdin var heldur minni enn í 2021, men prísurin var betri, so úrslitið var tað sama. 

Síðstu árini hevur annars verið brúkiligur fiskiskapur hjá Gudruni.

- Vit royna mest norðan fyri Føroyar. Síðstu trý árini hava vit eisini havt eitt royndarloyvi á Føroyabanka, í tveir mánaðir um summarið. 

Har hevur verið góður fiskiskapur, serliga fyrsta árið. Síðsta summar viðraði illa, og tað darvaði fiskiskapin, men úrtøkan var brúkilig kortini. Tað sigur skiparin, Jákup Absalonsen.

- Nógv hevur verið tosað um Føroyabanka, og nógvar meiningar eru um fiskiskap og um livið har. Hvat benda tykkara royndir á?

- Eg vil ikki gera meg klókan upp á Føroyabanka, men siga tað soleiðis, at summarið 2020 var væl av lívi at síggja, og tá meini eg við fugl og hval, og vit fingu nógva havtasku. 

[object Object](Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)

Í 2021 uddi av fugli og hvali, men summarið 2022 var nógv minni av lívi at síggja. Vit høvdu væl brúkiligan fiskiskap bæði árini, sigur hann.

- Síðsta summar upplivdu vit tað sjáldsama, at tvær ferðirnar fingu vit havtaskur við lundum í magunum. 

Um lundin hevur svomið niðri á botni ella havtaskan hevur fangað hann uppi í sjónum, vita vit sjálvandi ikki. 

Tá royndu vit uppi á tí grunna á bankanum, har dýpið var umleið 90 metrar, sigur Jákup.

- Lundin hevur óivað kavað eftir sild ella øðrum smáfiski. Vit fingu nakrar fáar toskar og teir høvdu sild í maganum.

Í magunum á havtaskunum var mest hýsa, og við hvørt smáar havtaskur, sigur Jákup.

- Vit hava roynt mest í landnyrðingshorninum á Føroyabanka, og tí eru hesar eygleiðingarnar frá tí økinum.  Hvussu støðan annars er á Bankanum, kann eg ikki úttala meg um, sigur Jákup.

Fimm mans eru við Gudruni. Teir ligggja vanliga í desember og í januar og byrja aftur fyrst í februar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2023

19
Leygardagur 21. Jan 2023

Felag á Toftum keypt Borðoyarnes

Pf. Regn, sum Framherji eigur, hevur keypt línuskipið á tvingsilssølu

(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á tvingsilssølu í vikuni hevur Pf. Regn á Toftum keypt línuskipið Borðoyarnes.

Pf. Regn er eitt felag hjá Spf. Framherja í Fuglafirði.

Boðoyarnes er bygt á Skála skipasmiðju í 1963, og hevur áður havt nønvini Strandingur og Vesturhavið. Seinastu tíðina hevur Borðoyarnes fyri tað mesta fiskað kalva í Newfoundlandi.

Ætlanin er ikki at brúka skipið til fiskiskap, veit vp.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2023

20
Leygardagur 21. Jan 2023

Nýtt ár við kanningum av æti í Skopunarfirði

Í samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun hevur Havstovan í nógv ár gjørt regluligar kanningar av sjónum í Skopunarfirði. Í fjør kom gróðurin um miðan mai og vaks heilt nógv ta fyrstu tíðina.

Lívfiskastøðin pumpar støðugt stórar nøgdir av sjógvi inn úr Skopunarfirði, og starvsfólkini á støðini taka ymiskar sjógvprøvar úr pumpuskipanini, sum Havstovan síðan kannar nærri
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í góðum samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun hevur Havstovan í nógv ár gjørt regluligar kanningar av sjónum í Skopunarfirði. Lívfiskastøðin pumpar støðugt stórar nøgdir av sjógvi inn úr Skopunarfirði, og starvsfólkini á støðini taka ymiskar sjógvprøvar úr pumpuskipanini, sum Havstovan síðan kannar nærri. Nevnast kunnu saltinnihald, føðslusølt, ymiskt æti og e-DNA. Sjógvurin í Skopunarfirði umboðar væl viðurskiftini á innaru landgrunsleiðunum og við at kanna sjógvin tíðugt, fáa vit virðismikla og dagførda vitan um landgrunnin.

Ein av hesum kanningum er nøgdin av plantuæti í sjónum. Gróðurin av plantuæti er, beinleiðis ella óbeinleiðis, føðigrundarlag undir øllum djóralívinum á landgrunninum, og m.a. sæst eitt týðiligt samanfall millum broytingar í plantuæti og liviumstøður hjá fiski. Plantuætið er føði hjá smáum djóraæti, sum er føði hjá m.a. fiskayngli, sum aftur ávirkar bæði tilgongd til fiskastovnarnar og føði hjá størri fiski.

Bæði tíðarskeiðið, tá várgróðurin kemur og nøgdirnar av plantuæti, hava týdning fyri føðiviðurskiftini á landgrunninum. Hetta kann vera sera ójavnt frá ári til annað. Summi ár fellur tíðarskeiðið, tá várgróðurin kemur, væl saman við føðitørvin hjá fiskaynglinum, og tá er vanliga væl av føði til ynglið. Men onnur ár kemur gróðurin ov seint ella er ov lítil, og tá plagar at vera verri hjá ynglinum.

Í fjør kom gróðurin um miðan mai og vaks heilt nógv ta fyrstu tíðina. Hann minkaði ógvisliga í juni og vaks síðan aftur í juli (sí myndina niðanfyri).

So hvørt úrslitini av kanningunum av plantuæti eru tøk, leggur Havstovan tey á sína heimasíðu, og nógv eru, sum fylgja við gongdini. Tann fyrsta mátingin í ár er gjørd, og spennandi verður at síggja, hvussu gongdin verður komandi vár og summar.

Havstovan

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2023

21 Leygardagur 21. Jan 2023

Súlan gjørdist næstan 25 ár

Súlan, sum varð funnin deyð heima á Sandi, varð ringmerkt sum ungi á Hovsflesa í Lofoten

(Mynd: Tjóðsavnið)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrsta fráboðanin um ringmerktan fugl í ár kom longu nýggjársdag, tá Jógvan Olsen fann eina súlu, sum var skolað upp á Sandi.

Súlan er helst deyð ein av ilsligu jóladøgunum, men ikki er vist, um sjúka var uppá spæl, ella orsøkirnar vóru onkrar aðrar.

Tó var hesin fuglurin rættiliga serstakur, fyrst og fremst tí at hann var ringmerktur sum ungi hin 13. juli í 1998, og gjørdist sostatt næstan 24½ ára gamal. Hetta er møguliga elsta súlan, sum er fráboðað úr Føroyum. Í 2021 vórðu tvær súlur funnar, sum vóru ávikavist 22 og 20 ára gamlar, og tað er ikki óvanligt, at tær liva longri enn so.

Men ringmerkingarstaðið var eisini áhugavert. Súlan var nemliga merkt á hólmunum Hovsflesa uppi við Lofoten, og er hetta bert ein av umleið fimm norskum súlum, sum eru funnar aftur í Føroyum.

Flestu súlur, sum búleikast í Føroyum, roknast við at upprunaliga koma úr Norðurbretlandi, m.a. Orknoyggjum.

Súlur liva leingi, og elsta súlan, sum fólk vita um, gjørdist 37 ár, 4 mánaðir og 16 dagar gomul.

Kelda: Føroysk Ringmerking á Facebook


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2023

22 Leygardagur 21. Jan 2023

Seks núlivandi borgarstjórar fingu viðurkenning

Tórshavnar býráð samtykti í desember einmælt reglugerð um Heiðurstekin Tórshavnar býráðs. Reglugerðin fevnir um borgarar, starvsfólk, býráðslimir og borgarstjórar

Heðin Mortensen, Annika Olsen, Poul Michelsen, Jan Christiansen og Leivur Hansen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tórshavnar býráð samtykti í desember einmælt reglugerð um Heiðurstekin Tórshavnar býráðs. Reglugerðin fevnir um borgarar, starvsfólk, býráðslimir og borgarstjórar.

Tað er ein nevnd, sum er sett saman við umboðum fyri meiriluta og minniluta í býráðnum og kommunustjóranum, sum ger av, hvør borgari skal hava heiðurstekin.

Nevndarlimur og navnnevndur persónur kann gera skrivligt tilmæli um, hvør skal hava heiðurstekin. Í skrivliga tilmælinum skal í stuttum greiðast frá lívssøguni hjá borgaranum, og grundgevast skal fyri, hví mett verður, at borgarin skal hava heiðurstekin. Nevndin tekur síðani avgerð um, hvørt heiðurstekin skal latast.

Tað eru longu nøkur, sum hava fingið heiðurstekin í silvuri fyri 30 ára tænastu og heiðurstekin í gulli fyri 40 ára tænastu.

Í farnu viku fingu seks núlivandi borgarstjórar viðurkenning sambært reglugerðini. Vegna Lisbeth Petersen, ið var borgarstjóri frá 1993 til 1996, tóku børnini Elsa L. Joensen og Georg L. Petersen ímóti heiðurstekninum.

Poul Michelsen var borgarstjóri 1981-1992, Leivur Hansen 1997-2000, Jan Christiansen 2001-2004 og Annika Olsen 2017-2020. Heðin Mortensen hevur sitið 2005-2016 og aftur frá 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2023

23 Leygardagur 21. Jan 2023

- Fyri at nøkta tørvin mugu vit fremja kampusætlanina í verki

Nýggi landstýrismaðurin við undrivísingarmálum ásannaði á vitjan sínari hjá Fróðskaparsetrinum í vikuni, at tørvur er á betri umstøðum

Djóni Nolsøe Joensen er nýggjur landsstýrismaður við undirvísingarmálum, og Martin Zachariasen er nýggjur rektari á Fróðskaparsetri Føroya (Foto: Brynhild Thomsen/setur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Í nýggja samgonguskjalinum standa mong mál, sum bæði beinleiðis og óbeinleiðis snúgva seg um Fróðskaparsetur Føroya, og í vikuni kom Djóni Nolsøe Joensen, á gátt fyri at seta sjøtil á stóra arbeiðið, sum stendur fyri framman.

Hetta skrivar setur.fo. Landstýrismaðurin við barna- og undirvísingarmálum varðar av Fróðskaparsetrinum, har nógv stór mál eru fyri framman. Ætlanin um at gera eitt kampus - at savna útbúgvingarstøðini á Frælsinum og á Debesartrøð - er komin nakað áleiðis, og so skulu Føroyar eisini við í Bolognaavtaluna. Hetta samstarvið bindur europeiska útbúgvingarøkið saman, soleiðis at m.a. útbúgvingar og útbúgvingaravrik eru flytfør tvørtur um landamørk.

Tá Portalurin tosaði við Djóna Nolsøe Joensen beint fyri jól, segði hann, at hann noyddist at seta seg nærri inn í hesi tingini, men at endamálið hjá honum og hjá samgonguni avgjørt er, at fáa ungar føroyingar at støðast í landinum og at har spælir Fróðskaparsetur Føroya og eitt nýtt universitetsøki ein stóran leiklut.

Tá nýggi landstýrismaðurin vitjaði Fróðskaparsetrið í vikuni, segði hann soleiðis um kampusætlanina: 

-  Vinnulívið og almenni geirin í Føroyum hava ómetaliga stóran tørv á góðari og útbúnari arbeiðsmegi, og skal Setrið kunna nøkta tørvin á dagførdari vitan og førleikum at loysa samfelagsligu avbjóðingarnar, so mugu vit fremja kampusætlanina í verki. Seinnu árini hava alsamt fleiri valt at taka sína hægri útbúgving á Setrinum, men vit vita eisini frá kanningum, at tey lesandi nevna ónøktandi fysiskar karmar á Setrinum og bústaðartrot sum meinbogar í lestrarlívinum. Tað skulu Føroyar loysa við at fremja kampusætlanina stig fyri stig, so vit fáa skapt eitt spennandi og mennandi lestrarumhvøvi her, har lestraríbúðir eisini verða til taks.

[object Object]
Aftast frá vinstru: Johan Ísak Suni Hansen, fyrisitingarstjóri, Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini og vararektari, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, Martin Zachariasen, rektari, May-Britt Skoradal, varadekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi. Fremst frá vinstru: Hans Andrias Sølvará, dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya, og Zakaris Svabo Hansen, varadekanur á Føroyamálsdeildini

Djóni Nolsøe Joensen staðfesti, sambært setur.fo, at nýggja aðalráðið nú fer undir at fáa ein føroyskan førleikakarm, sum stendur mát við europeiska førleikakarmin, og eina føroyska góðkenningarskipan, sum góðkennir hægri útbúgvingar í Føroyum. 

- Tá vit gerast partur av Bolognasamstarvinum, kunnu vit ikki arbeiða ad hoc og stovna nýggjar hægri útbúgvingar í óðum verkum. Vit skulu gera okkum ómak við at tryggja grundvøllin undir útbúgvingunum við hollari gransking, so føroyingar uttan hóvasták sleppa at lesa víðari á øðrum universitetum uttanlands, tí vit hava eina góðkenningarskipan, sum stendur mát.

Móti endanum av vitjanini tosaði landstýrismaðurin við undirvísingarmálum um, hvussu týdningarmikil íløgan í Fróðskaparsetrið kann vera fyri bæði privata og almenna vinnulívið

- Vit mugu gevast við at tosa um útreiðslu-Føroyar og inntøku-Føroyar. Setrið kostar, men er ein íløga, tí privata vinnulívið hevur tørv á útbúnari arbeiðsmegi hiðani, og gransking og vitan skal til fyri at loysa trupulleikar og fyri at mennast. Tað almenna hevur eisini tørv á skikkaðum fólki og vitan fyri at veita tær tænastur til alt samfelagið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2023

24 Leygardagur 21. Jan 2023

Lisbeth Danielsen fekk gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs

Hon hevur arbeitt fyri Tórshavnar kommunu í fleiri enn 40 ár, m.a. 38 ár sum røktarstarvsfólk

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mánadagin var hugnaløta á Ellisheiminum í Havn, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Lisbeth Danielsen gullheiðursmerki Tórashavnar býráðs fyri 40 ára tænastu.

Lisbeth legði henda dagin frá sær eftir 38 ár sum røktarstarvsfólk. Hon hevur eisini verið dagrøktarmamma hjá kommununi, og er sostatt talan um meira enn 40 ára tænastu.

- So mong ár ikki smávegis á sama arbeiðsplássi. Tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk. Fyri okkum í Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru tey, vit leita til, tá vit kanna og meta um trivnaðin á arbeiðsplássunum, segði borgarstjórin m.a. í røðu sínari, áðrenn hann handaði henni gávu, blómur og gullmerki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2023

25 Leygardagur 21. Jan 2023

Prógvhandan á Vinnuháskúlanum

12 maskinmeistarar, 10 skiparar og tríggir skipaførarar fingu prógv frá Vinnuháskúlanum í vikuni

Einasta kvinnan millum maskinmeistararnar, Annika Wolles Ljósheim, fekk virðisløn fyri hægstu próvtøl
SkrivaÐ:

Innsent

Á samkomu í Vinnuháskúlanum mikudagin, fingu 25 lesandi prógv handað.

Maskinmeistarar, januar 2023:

[object Object]

Maskinmeistarar: Bjartur Dánjalsson Thomsen, Daniel Friang Obradovic, Eyðálvur í Dávastovu, Jógvan Eli Fagraklett, Kristian Danbjørg Heinesen, Magnar Andersen Hentze, Ólavur Birgisson Jakobsen, Annika Wolles Ljósheim, Hergar Torbjarnarson Hansen, Mathias Müller, Kristian Sebastian Poulsen og Pætur Midjord.

Virðislønir fyri hægstu próvtøl: Annika Wolles Ljósheim fekk ein grindaknív frá SEV.
Hergar Torbjarnarson Hansen fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum
Daniel Friang Obradovic fekk ein kikara frá Norðoya Sparikassa

Ídnisviriðslønina, eitt ur frá A.P. Møller, fekk Magnar Andersen Hentze

Skiparar, januar 2023:

[object Object]

Skiparar: Hanus Lassen, Lars Jensen, Martin Højgaard, Beinir Sólsker, Mads HentzeJohn Sigurd Petersen, Andras Dánialsson, Fríði Traber Olsen, Jóhan Randrup Poulsen og Rói Egilstoft Hentze

Virðislønir fyri hægstu próvtøl: Hanus Lassen fekk ein kikara frá Pf. Thor
Jóhan Randrup Poulsen fekk eitt klokkusett frá Faroe Ship

Ídnisvirðislønina, eitt klokkusett frá Faroe Agency: Mads Hentze

Skipsførarar, januar 2023:

[object Object]

Skipsførarar: Bartal Andreasen, Ingvar Virgarsson Hentze (ikki til staðar), Tummas Jóhan í Djónastovu

Virðislønir fyri hægstu próvtøl: Tummas Jóhan í Djónastovu fekk eitt ur frá Smyril Line
Bartal Andreasen fekk eitt ur frá Skansi Offshore

Hægsta miðal próvtal skipsførarar: Tummas Jóhan í Djónastovu, Sekstantur  frá Skipara- & Navigatørfelagnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2023

26 Leygardagur 21. Jan 2023

Móttøkuflokkur við átta næmingum byrjaður á Glyvrum

Runavíkar kommunuskúli er fyrsti fólkaskúlin í landinum, sum er farin undir móttøkuflokk

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Herfyri byrjaðu fyrstu næmingarnir í móttøkuflokki í Runavíkar kommunuskúla. Teir yngstu næmingarnir, sum eru tríggir í tali, byrjaðu fyrst, og seinni komu teir næstu fimm, sum eru í miðdeild og hádeild. Móttøkuflokkurin heldur til á bókasavninum í skúlanum á Glyvrum.  

Tað var beint undan jólum, at Runavíkar kommunuskúli fekk játtað átta skúlatímar um vikuna til móttøkuflokkin, og síðan hevur verið roynt at fyrireika hann, soleiðis at undirvísingin kann byrja. Undirvísingarstýrið hevur játtað skúlanum tímar til royndarætlanina við teirri treyt, at móttøkuflokkurin er fyri næmingar úr øllum skúlunum við Skálafjørðin. Fyribils er tó bara talan um næmingar í Runavíkar kommunuskúla, skrivar Skúlablaðið. 

- Vit hava nógvar næmingar í skúlanum, sum fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Hetta skúlaárið eru tey 44 í tali, men summi teirra hava føroysk foreldur, summi eru føroysk og hava búð nógv uttanlands, og summi eru útlendsk og hava búð leingi í Føroyum og skilja eitt sindur av føroyskum. Tey eru ógvuliga ymiskt fyri málsliga, men tey koma ikki undir tað, sum móttøkuflokkurin er ætlaður til.

- Umframt hesar 44 næmingarnar hava vit átta aftrat, sum als einki skilja av føroyskum, norðurlendskum ella enskum. Tvey teirra hava franskt sum annaðmál. Tað eru hesi, sum vit skulu røkka við móttøkuflokkinum, sigur Hans Michael Mittúni, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla. 

Næmingarnir í móttøkuflokkinum spenna víða í aldri, heilt frá 1. til 9. flokk. Tað, teir hava í felag, er, at teir einki duga av føroyskum og nýliga eru komin til landið – í hesum skúlaárinum. Lærarin, sum undirvísir teimum, er í ferð við at taka eftirútbúgving í undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Undirvíst verður tveir skúlatímar á morgni fýra dagar um vikuna. Av tí at byrjað verður mitt í skúlaárinum, heldur royndarætlanin fram til summarsteðg og verður síðan eftirmett. Tá ið byrjað verður aftur eftir summarfrítíðina, er hugsandi, at ymsar broytingar verða gjørdar. 

- Tað er altíð roksut at fara undir nakað nýtt mitt í einum skúlaári, tí tímatalvurnar hjá lærarunum eru lagdar, alt virksemið er fastlagt og so framvegis. Harafturat er móttøkuflokkur ikki roynt áður, so vit royna okkum fram at finna ein leist. Í hvørjum einstøkum føri meta vit um, hvørt ein næmingur hoyrir heima í móttøkuflokkinum. 

Í kunngerðini stendur, at tað skulu ikki vera meiri enn trý floksstig í sama móttøkuflokki. Hesa treytina lýkur móttøkuflokkurin ikki heilt. 

- Vit fata um øll floksstig, í øllum førum at byrja við, men tað er hugsandi, at vit við tíðini fara at skipa flokkin øðrvísi, soleiðis at næmingarnir verða bólkaðir saman, sum eru nøkulunda í sama aldri. Fyribils mugu við laga tilboðið til næmingarnar, vit hava. Hetta er spennandi at fara undir; eg rokni við, at móttøkuflokkurin fer at gera stóran mun hjá hvørjum einstøkum næmingi sær, og verður hetta væl eydnað, sum eg vóni og vænti, so síggi eg fyri mær, at móttøkuflokkurin um nøkur ár verður væl størri, enn hann er nú at byrja við. 

Kunngerðin, sum heimilar móttøkuflokki, kom fyri hálvum triðja ári síðan. Enn eru tað bara Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúli og nú Runavíkar kommunuskúli, sum hava tikið stigið at seta móttøkuflokk á stovn. 

- Mentamálaráðið hevur mær vitandi ikki skundað undir skúlarnar at skipa móttøkuflokk. Tað var eitt sindur av tilvild, at vit eru farin undir flokkin. Tað eru nógv viðurskifti, sum skulu vera í lagi, til dømis flutningur til næmingarnar, sum koma úr øðrum skúlum og so framvegis.  

Sambært kunngerðini kunnu næmingarnir vera í móttøkuflokki í mesta lagi trý ár, skrivar Skúlablaðið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2023

27 Leygardagur 21. Jan 2023

Kommunan hevur selt dansistovuna í Sørvági

Keypari er Bárður Henriksen, sum hevur ætlanir at fáa lív aftur í húsið samstundis sum neyðugar dagføringar verða gjørdar

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sørvágs kommuna hevur nú selt dansistovuna í bygdini. Keypari er Bárður Henriksen.

Síðan kommunan keypti bygningin, sum er í ringum standi, fyri fýra árum síðani, hevur verið kjakast aftur og fram um hvat gerast skal við hann. Men bygdaráðið kundi ikki semjast um málið.

Núverandi bygdaráð valdi tí at seta bygningin til sølu, við ymiskum treytum, tí klausulur er á ognini. Kommunan treytaði sær møguleikan at kunna vraka øll møgulig tilboð, men hevur nú valt at taka av boðnum frá Bárði Henriksen. Tað skrivar heimasíðan hjá Sørvágs kommunu, sorvag.fo.

Heimasíðan skrivar, at ætlanin hjá nýggja eigaranum er at fáa lív aftur í húsið.. Bygningurin er í ringum standi, og dagføringar eru alneyðugar, og verða gjørdar leypandi, verður sagt.

Fyrsta tiltakið verður á føstulávint, tá tað verður skipað fyri almennari tunnusláing og dansi aftaná. 

[object Object]
Bárður Henriksen, nýggi eigarin av dansistovuni, skrivar undir keypssáttmálan (Mynd: Sørvágs kommuna)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2023

28 Leygardagur 21. Jan 2023

Høllin í Kaldbak skal eftir ætlan vera liðug á sumri 2024

Fyrsti hakin til 500 fermetra stóru høllina vestan fyri skúlan í Kaldbak varð settur í týsdagin

Tað er byggifelagið ÁTS Spf við Kartin Vang, sum skal gera stóra arbeiðið á Kaldbak (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsdagin varð hakin settur í fyri nýggju høllini vestanfyri skúlan í Kaldbak. Talan er um eina 500 fermetra stóra høll, sum bæði verður brúkt til ítrótt og sum felagshús til onnur tiltøk.

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at fitt av fólki var samankomið í Kaldbak, hóast nógva kavan, tá borgarstjórin Heðin Mortensen loysti fyrsta flagið. Umboð fyri kommunalu kaldbaksnevndina vóru eisini hjástødd.

- Kaldbaksfólk hava verið sera spent uppá høllina, sum verður eitt savningarstað í bygdini, sum bæði skal brúkast til ítrótt og onnur tiltøk, eitt nú skal skúlin brúka høllina og hartil verður høllin brúkt sum eitt slag av bygdarhúsi.

Tað er byggifelagið ÁTS Spf við Kartin Vang, sum skal gera arbeiðið. Eftir ætlan skal hetta arbeiðið verða liðugt á sumri í 2024.

[object Object]
Annfinn Brekkstein, formaður í mentanarnevndini, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, saman við umboðunum fyri kaldbaksnevndina, Johan Mortensen, Ingi á Smið og Teitur í Sjúrðargarði (Mynd: torshavn.fo)

[object Object]
Fitt av fólki var samankomið í Kaldbak, hóast nógva kavan (Mynd: torshavn.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2023

29 Leygardagur 21. Jan 2023

40 km/t sona í Vági

Frá mánadegnum 16. januar varð 40 km/t sona eftir Marknoyarvegi og Vágsvegi, boðar Vágs kommuna frá

(Mynd: Vágs kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Vágs Kommuna arbeiðir áhaldandi við ferðslutrygd og viðurskiftum í ferðsluni, og frá mándegnum 16. januar, varð hámarksferðin broytt á Marknoyarvegi og Vágsvegi.

Arbeiðið hevur verið fyri í ferðslunevndini, teknisku nevnd og umhvørvisnevndini, og síðani hevur Vágs býráð samtykt, at hámarkið eftir Marknoyarvegi og Vágsvegi verður 40 km/t – 40 km/t sona, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.

Burturúr arbeiðnum hjá kommununi at bøta um ferðsluviðurksiftini kann eisini nevnast rundkoyring á Vágsvegi, har Vágsvegur, Toftavegur og Marknoyarvegur møtast, fleiri parkeringspláss á Vágsvegi og Toftavegi, og parkeringsbann á ávísum strekkjum, á áðurnevndu vegum.

Arbeiðsmenn hjá Vágs Kommunu hava skeltað. Heitt verður á bilførarar um, at leggja nýggju hámarksferðina í geyma, skrivar Vágs kommuna.

Broytta hámarksferðin á 40 km/t er eisini galdandi við Vágs skúla. Áður hevur tað verið hámark á 30 km/t, men nú verður loyvt at koyra upp til 40 km/t eftir Vágsvegi framvið Vágs skúla, men kommunan heitir á bilførarar um at ansa eftir skúlabørnunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2023

30 Leygardagur 21. Jan 2023

Setrið fingið herðaklapp frá ST

Aðalfundurin hjá ST gevur landgrunskeiðnum hjá Setrinum, sum kallast Summer Academy on the Continental Shelf, viðurkenning í árligu havrættarsamtykt síni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í árligu havrættarsamtyktini, sum kom stutt fyri jól, viðurkennir aðalfundurin hjá Sameindu Tjóða íkastið hjá Fróðskaparsetri Føroya at menna týdningarmikla vitan í menningarlondum.

Talan er um landgrunskeiðið, Summer Academy on the Continental Shelf, sum Setrið síðani 2018 hevur samskipað saman við African Institute of International Law, og sum hevur fingið viðurkenningina í havrættarsamtyktini.

Hesi skeiðini hava síðani 2018 verið hildin í Arusha í Tansania og hava til endamáls at breiða út løgfrøðiliga og tøknifrøðiliga vitan um landgrunsmørk, og hvussu slík mørk skulu gerast við tí fyri eyga at geva londunum bestu møguleikar at loysa møguligar marknatrætur við grannalond. Hetta eru týdningarmikil stig at taka, tí í mongum førum er tað ein fortreyt fyri at troyta tilfeingi í umstríddum økjum, at slíkar ósemjur eru loystar.

Síðani skeiðið í 2018 varð flutt úr Føroyum til Tansania, eru tað serliga afrikansk lond, sum hava fingið ágóðan av skeiðvirkseminum. ST-aðalfundurin viðurkennir tann ítøkiliga týdningin, sum hetta skeiðið hevur fyri at menna vitanina í menningarlondum við hesum orðum:

(The general Assembly,) Recognizes the holding of the regional courses on the continental shelf in Arusha, United Republic of Tanzania, jointly organized by the African Institute of International Law and the University of the Faroe Islands, and their continuing important contribution to capacity-building, particularly in developing countries.

Summer Academy on the Continental Shelf er í stóran mun fíggjað av menningarhjálpini hjá Føroya Landsstýri.

Í ár verður skeiðið hildið í Singapore og er serliga ætlað luttakarum úr asiatiskum menningarlondum.

Tað er Bjørn Kunoy, professari á Setrinum í altjóða lóg, sum stendur fyri skeiðinum, og hinir føroysku undirvísararnir eru Martin V. Heinesen, limur í landgrunnsnevndini hjá ST, og Finn Mortanson Mørk, sum er serligur ráðgevi hjá GEUS (Department of Geo-energy and Storage).

Øll ST-samtyktin kann lesast her.

Tíðindaskriv frá Fróðskaparsetri Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2023

31 Leygardagur 21. Jan 2023

Føroysk gransking gerst alment tilgeingilig

Føroyskt vísundatilfar, sum áður mest var at finna á bókasøvnum og bókagoymslum í Føroyum, verður nú meira atkomuligt hjá granskarum, lesarum og øðrum úr øllum heiminum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú ber til hjá øllum at finna og lesa allar greinar, sum eru givnar út í Fróðskaparritum. Talan er í løtuni um 667 greinar síðan 1952.

Greinarnar eru at finna á heimasíðuni ojs.setur.fo 

Umframt greinar er eisini er yvirlit yvir allar bøkur sum Fróðskapur hevur givið út síðani 2005. Av hesum 68 bókunum eru 49 lagdar frítt út. Nakrar bøkur afturat verða væntandi lagdar út skjótt. Ætlanin er at leggja bøkur, sum eru eldri enn tvey ár ella ikki longur geva forlagnum inntøkur, frítt út. 

Endamálið við hesi síðuni er at geva øllum, leikum sum lærdum, lætta og ókeypis atgongd til vísindatilfar um Føroyar, í fleiri førum á føroyskum, men eisini á donskum og enskum. 

Næsta stigið er at flyta Føroyskt Lógarrit á somu síðu. Hetta arbeiðið er júst byrjað. 

Harafturat er ætlanin at fáa talgilt tær 65 bøkurnar, sum Føroya Fróðskaparfelag gav út árini 1968-2005. 

Google Scholar finnur tilfarið

Styttingin ojs stendur fyri Open Journal System. Hetta er skipan til vísindaligt tilfar, sum nógv tíðarrit brúka í dag. 

Alt tilfar, sum verður lagt út á ojs.setur.fo, fær eitt eyðkennisnummar, DOI, og  tað ber til hjá Google Scholar og øðrum leitimaskinum at finna og skipa tilfarið. Hetta ger, at føroyskt vísindatilfar, sum áður mest var at finna á bókasøvnum og bókagoymslum í Føroyum, nú gerst nógv meira sjónligt og atkomuligt hjá granskarum, lesandi og øðrum áhugaðum úr øllum heiminum. 

Eitt gott dømi um hetta er bókin ‘Pilot Whaling in the Faroe Islands hjá Jóan Paula Joensen, professara. Hon varð løgd á síðuna fríggjakvøldið. Sunnumorgun kom teldupostur frá studenti úr Eysturríki við spurningi um hesa útgávuna, sum viðkomandi hevði funnið og ætlaði sær at brúka í eini uppgávu.  

Fróðskapur sp/f er universitetsbókaforlag, sum á almannagagnligum grundarlagi stendur fyri útgávu av vísindaliga tíðarritinum ‘Fróðskaparrit og bókarøðunum ‘Supplementa, ‘Setursrit og ‘Onnur Rit.

Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetrið eiga Fróðskap. Í nevndini eru Andras Mortensen, formaður, Erling Isholm, Zakaris S. Hansen og Annika Sølvará, sum eisini er stjóri fyri Fróðskap. 

Fróðskaparrit er árligt tíðarrit við vísindaligum tilfari úr og um Føroyar og føroysk viðurskifti. Greinar eru innan øll vísindalig økir og skrivað verður bæði á føroyskum, enskum og donskum. 

Árini 1952-2020 vóru 66 bøkur givnar út í prentaðari útgávu. Síðani 67. bók í 2021 er ritið bert talgilt. Greinar í Fróðskaparritum verða lagdar frítt út, so hvørt tær eru javnlíkamettar av serfrøðingum, sum eru dulnevndir, og góðkendar til útgávu. 

Í ritstjórnini fyri Fróðskaparritum eru Kalpana Vijayavarathan, høvuðsritstjóri, Eyðfinn Magnussen, Hans Andrias Sølvará, Malan Marnersdóttir og Marin Strøm.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2023

32 Leygardagur 21. Jan 2023

Olvheðin fekk ein stól - men varð vrakaður seinni

Sundamaðurin reyk í kvøld út úr X Factor tá Six Chair Challenge var

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

32 ára gamli sundamaðurin, Olvheðin Jacobsen, hevur roynt seg í X Factor, og kom heilt til Six-chair challenge, men so gekk tað heldur ikki longur.

Upptøkuroyndirnar í X Factor eru lidnar, og í gjárkvøldið var farið víðari til sonevnda Six Chair Challenge, har tvey úr hvørjum flokki fáa ein stól.

Kwamie Liv valdi Olvheðin Jacobsen millum sínar níggju luttakarar, sum skuldu sleppa til Six Chair Challenge.

- Eg havi brúk fyri at merkja teg, tí tað gjørdi eg ikki nóg nógv til upptøkunaroyndina, segði Kwamie Liv áðrenn sundamaðurin fór á pallin og sang “A Sky Full of Stars” hjá Coldplay.

Olvheðin Jacobsen fekk ein stól í fyrsta umfari fyri sína framførslu, men bussførarin Henrik, sum trein á pallin løtu seinni, bergtók Kwamie Liv, sum valdi at skifta út.

Eftir øllum at døma hevur Kwamie Liv ikki merkt sundamannin nóg væl, og tí gjørdist hetta eisini endin av X Factor á hesum sinni hansara viðkomandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2023

33 Leygardagur 21. Jan 2023

Reiley við í danska melodi grand prix

Havnardrongurin Rani Petersen, sum klárar seg serliga væl í Suðurkorea, luttekur við egnum sangi, 'Breaking my Heart' - sí video

Reiley var eitt av nøvnunum á Voxbotn í fjør (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá danir 11. februar skulu gera av, hvør skal umboða Danmark í árligu Eurovision sangkappingini, verður tað við føroyskari luttøku.

Tað er 20 ára gamli havnardrongurin, Rani Petersen, sum á palli kallar seg Reiley, ið verður við í Dansk Melodi Grand Prix við einum sangi, sum eitur ‘Breaking My Heart’.

- ‘Breaking My Heart’ er eitt slag av eitrandi kærleikssøgu, har eg romantiseri yvir ein persón, sum fær meg til at kenna meg fantastiskan, hóast sambandið ikki er gott fyri meg, sigur Reiley á dr.dk í dag.

Sjálvur sigur hann seg vera stóran Eurovision-fjeppara.

- Eg eri spentur yvir møguleikan fyri møguliga at umboða Danmark og gera landið stolt í hesi ikonisku kappingini.

Reiley hevur verið frammi í eina tíð, og serliga í Suðurkorea, heimlandinum hjá sokallaða k-poppinum, er hann væl umtóktur, eins og hann ger um seg á sosiala miðlinum TikTok.

Reiley hevur skrivað sangin ‘Breaking My Heart’ saman við Sivert Hjeltnes Hagtvet, Hilda Stenmalm og Bård Mathias Bonsaksen.

Les grein um Reiley her 

[object Object]Reiley var eitt av nøvnunum á Voxbotn í fjør (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2023

34 Leygardagur 21. Jan 2023

Luihn og Vegghamar í BankNordik savnið

Savnið hevur í heyst ognað sær fýra listaverk eftir Astri Luihn og níggju eftir Arnold Vegghamar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Árliga stuðulsavtalan millum BankNordik og Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið at keypa nýggja føroyska samtíðarlist gevur eisini savninum møguleika at umboða fleiri listafólk. Higartil havi vit keypt 26 listaverk.

Eftir hesum sama leisti keypti BankNordik-savnið í oktober 2022 níggju listaverk eftir Arnold Vegghamar, og í november 2022 keyptu vit fýra listaverk eftir Astri Luihn.

[object Object]

Astri Luihn

Astri Luihn er fødd í Oslo (1949), har hon vaks upp. Hon er útbúgvin í tónleikavísindi og fólkalívsfrøði við Universitetið í Oslo. Í 1976 flutti Astri Luihn saman við manni sínum til Føroyar.

Astri Luihn er málari og grafikari. Sum myndlistakvinna er Astri Luihn formliga sæð sjálvlærd, men altíð og líka til í dag er hon ávirkað og eggjað av at vera saman við og granska lærd listafólk.

Avgerandi týdning fyri, at Astri Luihn mentist listaliga, hevði tað, at hon frá barnaárum av vitjaði á verkstøðunum hjá grafikarunum Vilhelm Tveteraas og Henrik Finne, ið báðir – eins og Edvard Munch – gjørdu træskurðir eftir norskari siðvenju.

Í list síni arbeiðir Astri Luihn bæði við abstraktum og figurativum formmáli. Myndirnar, ið savnið hevur keypt, eru náttúrulýsingar, og tað bera heitini eisini boð um - ”Summarnátt og Sjón í havi”.

Astri Luihn hevur havt og verið við í mongum framsýningum í Føroyum, Danmark, Noregi, Týsklandi og á Leopold Museum í Wien.

Eisini hevur Astri Luihn myndprýtt Skúlan á Argjahamri, Tórshavnar Musikkskúla og Skúlan við Streymin.

[object Object]

Arnold Vegghamar

Arnold Vegghamar er føddur á Viðareiði í 1937, har hann hevur búleikast meginpartin av lívi sínum. Hann var í ungum árum eitt stutt tíðarskeið sjómaður, og seinni fekk hann sær útbúgving sum gullsmiðjur í Danmark.

Hugurin at tekna og mála hevur hann havt frá ungum aldri av. Hann luttók á Ólavsøkuframsýningini í 1957 á fyrsta sinni.

Arnold Vegghamar kallar seg sjálvlærdan listamann. Fyrstu frálæru innan málningalistina fekk hann á listaskeiðinum 1959, sum Ingálvur av Reyni, Janus Kamban og Jack Kampmann skipaðu fyri.

Arnold Vegghamar hevur í sínum málningum frá fyrstan av nomið við fleiri ismur innan málningalistina.

Arnold Vegghamar býr á Viðareiði, og náttúran er kringum hann – ein ótømandi íblástur. Myndevnið hansara er í stóran mun tey klassisku – fjallið, bygdin og havið, men málningastílurin er egin. Í myndum sínum vísur Arnold Vegghamar áskoðaranum sína tulking av landslagnum, og hann nýtir serstakar sterkar litir, og myndevnið er einfalt endurgivið. Hesin serstaki stílurin sæst eisini í bygdamyndum hansara, har húsini standa við nógvari frástøðu og líkjast smáum kubbum. Hesin stílurin er minimalistiskur og er í slekt við ekspressionismu og naivismu. Viðareiðismálarin hevur skapað sín serstaka stíl og er trúfastur ímóti honum.

Arnold Vegghamar hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum, Danmark og í 2008 á Leopold Museum í Wien.

Í 2015 fekk Arnold Vegghamar heiðurin at vera heiðursborgari á Viðareiði fyri sítt listarliga avrik. 

Endamálið við BankNordik-savninum

Í 2017 setti BankNordik á stovn BankNordik-savnið, og gav samstundis savninum 623 listaverk í gávu. 

Í 2020 gjørdi BankNordik av at lata BankNordik-savninum 150.000 krónur um árið til at keypa føroyska nútíðarlist fyri. Serstaka peningaliga játtanin hevur til endamáls at endurnýggja og framtíðartryggja savnið, so tað í størri mun endurspeglar nútíðina í listarligum høpi.

Síðani 2020 hevur BankNordik-savnið keypt listaverk eftir hesum listafólkum:

  • - 2020: Tvey listaverk eftir Anker Mortensen
  • - 2021: Fimm listaverk eftir Jónu Rasmussen, eitt listaverk eftir Hansinu Iversen og tvey listaverk eftir Silju Eystberg.
  • - 2022: Trý listaverk eftir Torbjørn Olsen, fýra listaverk eftir Astri Luihn og níggju eftir Arnold Vegghamar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2023

35 Leygardagur 21. Jan 2023

Fólkatónleikarin David Crosby farin

Var við til at stovna stlóðbrótandi bólkin The Byrds í 1964. Croz gjørdist 81 ára gamal

David Crosby og konan Jan Dance, avmyndað í 2014 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Amerikanski tónleikarin, David Crosby, er deyður, 81 ára gamal.

Tað upplýsti kona hansara, Jan Dance, í gjár fyri amerikanska miðlinum Variety.

- Tað er við stórari sorg, at okkara elskaði David (Croz) Crosby er farin frá okkum eftir drúgva sjúkralegu, segði hon.

Hon greiðir eisini frá, at hon og sonurin Django Crosby sótu hjá honum tá hann fór.

- Hóast hann ikki longur er okkara millum, vil hansara hjartagóðska og vinarliga sál framhaldandi vegleiða og hugkveikja okkum. Arvurin livir víðari í hansara ótrúliga tónleiki, sigur Jan Dance.

David Crosby fekk eina langa karrieru sum tónleikari. Hon byrjaði við amerikanska fólkatónleikaorkestrinum The Byrds í 1964. Hann var eitt nú maðurin handan The Byrds sangin ‘Eigth Miles High’.

Ein av orsøkunum til at hann gavst í The Byrds skuldi vera, at hann á pallinum tosaði um og setti spurnartekn við drápið á John F. Kennedy, forseta.

Hetta hendi á Monterey Pop Festival í 1967, har hann talaði ímóti almennu frágreiðingini um hvat var hent.

Seinni spældi hann mest saman við tónleikavinum sínum Stephen Stills, Graham Nash og Neil Young.

David Cosby gav eisini út tónleik einsamallur, og í 1971 kom fyrsta av fleiri solo-útgávum.

Hann giftist Jan Dance í 1987.

Tey fingu sonin Django Crosby. Eftir tónleikaran sita eisini døturnar Erika og Donovan frá undanfarnum hjúnabondum. Hann átti eisini sonin James Raymond, ið varð latin burtur í 1962. Teir báðir blivu tó seinni sameindir aftur.

Í 2000 greiddi sangarinnan Melissa Etheridge frá, at Crosby eisini var biologiskur pápi at børnunum, sum táverandi unnusta hennara, Julie Cypher, fekk við eftirgjørdum gitnaði, skrivar Vairety. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2023

36 Leygardagur 21. Jan 2023

Seinasta heilsan til Konstantin kong av Grikkalandi

Øll evropeisku kongshúsini vórðu umboðað á privatu jarðarferðini í Athen

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrverandi kongurin í Grikkalandi, Konstantin, varð mánadagin borin til gravar úr Metropolis dómkirkjuni í grikska høvuðsstaðnum, Athen.

Konstatin var kongur í Grukkalandi frá 1964 til 1967, tá herurin tók valdið í landinum við einum hernaðarkvetti. Síðan hevur kongurin og familja hansara fyri tað mestað livað í útlegd.

Grikska kongsfamiljan hevur tætt bond til Danmarkar, við tað at yngsta systir Margretu drotning, Anne-Marie, í 1964 giftist við Konstantin og gjørdist drotning av Grikkalandi, júst fylt 18 ár.

Margreta drotning var við til jarðarferðina í Athen í dag, saman við synum sínum Frederik og Joachim og systrini Benedikte.

Harumframt vóru kongaligir gestir úr Spania, Belgia, Niðurlondum, Luksemburg, Monako, Bretlandi, Noregi og Svøríki.

Talan var um eina privata jarðarferð, tí grikska stjórnin sýtti fyri at geva Konstantin eina statsliga jarðarferð.

Konstantin var formelt kongur av Grikkalandi frá 6. mars 1964, tá pápin, Pavlos kongur doyði, og fram til 1. juni 1973 tá hann mátti siga kravið til kongsheitið frá sær eftir at grikska kongshúsið varð avtikið við fólkaatkvøðu.

Konstantin og Anne-Marie fingu fimm børn, Alexia (fødd í 1965), Pavlos (1967), Nikolaos (1969), Theodora (1983) og Philippos (1986).

[object Object]
Pavlos prinsur og aftan fyri hann Nikolaos og Philippos við kistuna (Mynd: EPA)

[object Object]
Anne-Marie drotning saman við Pavlos fyrrverandi krúnprinsi (Mynd: EPA)

[object Object]
Margreta drotning av Danmark (Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2023

37 Leygardagur 21. Jan 2023

Ringasta flogvanlukka í Nepal í 30 ár

Eitt flogfar við 72 fólkum umborð er í morgun dottið niður í Nepal, og í minsta lagi 68 av teimum hava latið lív

Bjargingarfólk á staðnum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnudagin datt eitt ATR 72-flogfar við 72 fólkum umborð niður í Nepal, og í minsta lagi 68 teirra hava latið lív, skrivar tíðindastovan Reuters.

Umborð vóru 68 ferðafólk og fýra flogstarvsfólk. 15 útlendingar vóru millum ferðafólkini – fimm úr India, fýra úr Russlandi, tveir úr Suðurkorea, ein úr Avstralia, ein úr Argentina, ein úr Írlandi, og ein úr Fraklandi.

Upplýst verður eisini, at tvey pinkubørn vóru millum ferðafólkini.

Flogfarið datt niður millum gomlu og nýggju floghavnina í býnum Pokhara, sum liggur í vestara parti av Nepal, og sum er næststørsti býur í landinum, skrivar Ritzau.

Talan er um ringastu flogvanlukku, sum landið hevur upplivað, síðan 1992. Tá datt eitt flogfar niður við 167 fólkum umborð, og øll lótu lív.

Nærum 350 fólk hava latið lív í flogvanlukkum í Nepal síðan ár 2000, og flogfeløg úr Nepal hava síðan 2013 havt forboð móti at flúgva í ES-loftrúmi orsakað av ivasomu trygdini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2023

38 Leygardagur 21. Jan 2023

Bretska stjórnin lagt veto móti skotskum lógaruppskoti

Talan er um eitt lógaruppskot um at gera tað lagaligari at broyta løgfrøðiligt kyn. Hetta er fyrstu ferð, at eitt lógaruppskot frá skotska tinginum, Holyrood, verður vrakað

(Mynd: BBC)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bretska stjórnin hevur gjørt av at forða fyri einum umstríddum lógaruppskoti, samtykt í skotska tjóðartinginum, um at gera tað lagaligari at broyta løgfrøðiligt kyn.

Stjórnin í London er av teirri fatan, at skotska lógaruppskotið er í stríð við javnstøðulóggávuna, sum annars er galdandi í Bretlandi, skrivar BBC.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt skotskt lógaruppskot er forðað í at fáa ávirkan á bretska lóggávu annars.

Fyrsta ráðkvinnan í Skotlandi, Nicola Sturgeon, hevur kallað avgerðina fyri eitt álop á skotska tingið. Hon hevur sagt, at skotskir ráðharrar fara at stríðast fyri hesi lógini.

Roknað verður nú við, at stjórnin í Skotlandi fer at royna málið í rættinum, skrivar BBC.

Bretski ráðharrin fyri Skotland, Alister Jack, hevur í brævi til Nicola Sturgeon boðað frá avgerðini hjá bretsku stjórnini.

Hann grundgevur avgerðina við, at skotska lógin kann fáa ávirkan á bretska lóggávu, sum eitt nú loyvir felagsskapum, klubbum og skúlum at vera galdandi fyri einans eitt kyn. Eisini fær lógin ávirkan á lóggávuna um líkaløn fyri mann- og konufólk.

Hann grundgevur eisini við, at um tvær lógir um kynssamleika koma at vera galdandi í Bretlandi, kann hetta skapa “trupulleikar” og møguleikar fyri “svikafullum og óndsinnaðum umsóknum”.

Fráboðanin fekk øði í skotsku ráðkvinnuna fyri sosialt rættvísi, Shona Robison, ið kallar avgerðina fyri eina ‘vanvirðing’.

- Hetta er ein svartur dagur fyri rættindini hjá trans-persónum og fyri bretska fólkaræðið, segði hon.

Avgerðin hjá bretsku stjórnini kann fáa avleiðingar fyri viðurskiftini millum Skotland og stjórnina í London.

Stjórnin hevur fyrr mælt ímóti tiltøkum, sum Holyrood-tingið í Edinburg hevur havt ætlanir um, men hetta er fyrstu ferð, at stjórnin leggur veto móti einum samtyktum lógaruppskoti, sambært BBC.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2023

39 Leygardagur 21. Jan 2023

Eftirlýstur mafia-bossur handtikin í Palermo

Matteo Messina Denaro verður hildin at vera ovasti fyri Cosa Nostra mafiuni

Carabinieri handtók Messina Denaro í morgun (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mest eftirlýsti mafia-leiðarin í Italia, Matteo Messina Denaro, er handtikin á Sikiloy – Sisilia – eftir at hava runnið undan løgregluni í 30 ár.

BBC skrivar, at Messina Denaro varð handtikin á eini privatari læknastøð í høvuðsbýnum á oynni, Palermo, har hann fekk viðgerð móti krabbameini.

Denaro sigst vera ovasti fyri illa gitnu Cosa Nostra mafiuni. Hann var í 2002 dømdur lívslangt fongsul ‘in abesentia’ fyri fleiri dráp.

Italskir miðlar skriva, at Denaro varð handtikin mánamorgunin og førdur til eitt loyniligt stað av italsku løgregluni – Carabinieri. Hann var á vitjan á læknastøðini undir følskum navni fyri at fáa kemoterapi.

Umframt at hava fleiri dráp á samitskuni, stóð mafia-bossurin eisini fyri svindli, hvítting av pengum, narkosmuggling og øðrum brotsverkum. Hann varð eftir øllum at døma vardur av Totò Riina, leiðara í Corleone-ættarbólkinum, sum varð handtikin í 1993 eftir at hava snúð seg undan løgregluni í 23 ár.

Dinero verður hildin at vera tann seinasti ‘verndari av loynidómum” hjá Cosa Nostra. Hildið verður, at hann liggur inni við upplýsingum, vitan og nøvnum á teimum, sum hava verið íblandað í fleiri ógvuslig brotsverk, sum mafian hevur framt, eitt nú bumbuálopini í Milan, Firenze og Rom í 1993 og drápini á ákærarnar Giovanni Falcone og Paolo Borsellino í 1992, skrivar BBC. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2023

40 Leygardagur 21. Jan 2023

Heimsins strangasta roykilóg

Meksiko setir bann fyri royking á almennum støðum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Meksiko hevur samtykt eina nýggja lóg, sum bannar royking, bæði sigarettir og e-sigarettir, á so at siga øllum almennum plássum. Harvið er ikki longur loyvt at roykja á matstovum, á strondini ella í býarlundum.

CNN skrivar, at nýggja lógin samstundis bannar, at fyritøkur reklamera ella stuðla tubbaksvørum. Sigarettir skulu heldur ikki vera sjónligar í handlum longur.

Talan er um strangastu lógina fyri royking í heiminum, og er ein víðkan av lógini frá 2008, sum setti í gildi roykfrí øki á skeinkistøðum, matstøðum og arbeiðsplássum.

Á heimsheilsustovninum WHO fegnast aðalskrivarin, Tedros Ghebreyesus, um nýggju lógina.

- WHO heilsar hesum djarva stiginum móti tubbaksstýring. Vit heita á øll lond um at herða teirra roykipolitikk og hjálpa til við at forða fyri átta milliónum deyðstilburðum um árið, skrivaði hann á Twitter herfyri. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2023

41 Leygardagur 21. Jan 2023

Stórur áhugi fyri oljuleiting í Bretlandi

76 ymisk orkufeløg hava søkt um loyvi at leita eftir olju og gassi í Norðsjónum, eitt nú eystan fyri Føroyar.

Violettu økini eru tey, sum eru boðin út til nýggja leiting, harav mong liggja áfast føroyska markinum. Gulu økini eru tey, sum orkufeløg longu hava fingið tillutað
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta upplýsti bretski orkumyndugleikin “North Sea Transition Authority” (NSTA) í týsdagin. Feløgini hava í hesi 33. útbjóðingini  latið inn tilsamans 115 umsóknir, sum fevna um 258 teigar ella partsteigar á bretska landgrunninum frá syðra partinum av Norðsjónum til Atlantsmótið nær Føroyum.

NSTA sigur, at fyrstu loyvini verða longu latin í vár. Víst verður á, at væleydnaða útbjóðingin er eitt týðandi stig til tess at tryggja Bretlandi framtíðar veitingar av orku.

Útbjóðingin, sum fer at skunda undir orkutrygdina í Bretlandi, lat upp 7. oktober og vórðu umleið 900 teigar og partsteigar bodnir út. Vanliga eru útbjóðingar til olju- og gassleiting á hvørjum ári men seinasta útbjóðingin var í 2020. Veðurlagsbroytingar, korona og mótstøða móti nýggjari leiting fingu myndugleikarnar at steðga á.

Síðani hava teir hert krøvini til leiting, soleiðis at tey í størri mun liva upp til veðurlagskrøv og CO2 útlát. Eitt skifti varð roynt fullkomiliga at steðga allari framtíðar leiting, men eitt nú russiska innrásin í Ukraina og sanktiónir móti russiskari orku broytti støðuna. Nú varð orkutrygdin raðfest sum ongantíð áður. Tað hevði so við sær, at bretska stjórnin gjørdi av at lata upp aftur fyri leiting, um somu tíð sum hon gav grønt ljós til útbygging av verandi olju- og gassleiðum.

Fyri bretsku stjórnina hevur tað hægstu raðfesting at kunna minka um innflutningin av olju og gassi, og tí verða øll segl sett til tess at gerast sjálvbjargin við minst dálkandi oljuni og gassinum úr Norðsjónum.

Tað ræður tí um við nýggju 33. útbjóðingini at kunna raðfesta tær umsóknir, sum síggja møguleikar at fara undir leiting sum skjótast í økjum, har mett verður, at størstu sannlíkindini  eru at finna olju og gass, ella har olja og gass longu eru funnin.  

Hetta ger seg m.a. galdandi fyri økið millum Hetland og Føroyar, og tí er stórur spenningur um, hvørji feløg hava søkt um leitiøki í hesum partinum av bretska landgrunninum. Hetta ger seg eisini galdandi fyri serfrøðingarnar á Jarðfeingi, sum hava til uppgávu at marknaðarføra økið, sum liggur tætt upp at bretska landgrunninum eystan fyri Føroyar. Ikki er óhugsandi, at 33. leitiúbjóðingin óbeinleiðis kann fáa stóran týdning fyri framtíðar leiting á føroyska landgrunninum eisini. 

Vanliga ganga upp til fimm ár frá einum oljufundi til framleiðslu. Nú vónar bretska stjórnin við at skunda undir viðgerðina serstakliga í lovandi økjum at kunna minka munandi um tíðina til væl niðanfyri fimm ár. Men í øllum førum verður tað eitt krav til orkufeløgini at miðjast skal móti null útláti í 2050. Og til tess at røkka hesum verða allar nýggjar framleiðslur riknar við streymi úr landi ella frá vindorkulundum til havs.

Olja og gass fevna um tríggjar fjórðingar av orkutørvinum í Bretlandi. Metingar vísa, at sjálvt um eftirspurningurin fer at minka, so fer kolvetni at hava stóran týdning bæði sum orkuveiting og  sum arbeiðspláss. Myndugleikarnir síggja orkutrygdina og grøna orkuskiftið  sum part av somu søk. Víst verður á, at nýggjar olju- og gassframleiðslur hava eisini minni útlát enn tær gomlu, umframt at útlátið er væl minni enn frá innfluttum kolvetni úr øðrum londum.

Tøl frá NSTA vísa, at útlátið frá framleiðslu er minkað við einum fimtingi frá 2018 til 2021. Framskrivingar vísa, at vinnan fer at røkka 10 prosent málinum í 2025 og 25 prosent í 2027, sum eisini er semja um í avtaluni millum myndugleikar og vinnuna, “North Sea Transition Deal” frá 2021.

Stjórin fyri leiting og nýggjum virksemi í NSTA, Nick Richardson sigur seg vera sera væl nøgdan við áhugan fyri útbjóðingini, sum er á hægri støði enn útbjóðingar áður. Tvs. at mótstøðan móti kolvetnum sæst ikki aftur í úrslitinum av útbjóðingini. Hann sigur, at stovnurin fer at skunda undir arbeiðið at greina umsóknirnar og væntar fyrstu loyvini verða latin tíðliga í øðrum ársfjórðingi.

Ráðharrin fyri orku og veðurlagi, Graham Stuart, vísir á, at russiska innrásin í Ukraina hevur havt við sær sera óstøðugar og ótryggar marknaðir. Tí er tað ómetaliga gott at síggja so stóran áhuga í vinnuni fyri hesi útbjóðingini. Loyvini, sum fara at verða latin, fara at skunda undir orkuframleiðsluna og harvið tryggja bretsku orkutrygdina uppá longri sikt.

Umboð fyri umhvørvisfelagsskapir so sum Greenpeace finnast at myndugleikunum fyri at lata uppaftur fyri leiting og hótta við at fara til dómstólarnar at steðga nýggjum leitiloyvum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2023

42 Leygardagur 21. Jan 2023

Jónas, Óli og Ragnheiður í uppskoti til Ítróttastjørnuskotið 2022

Talan er um ungar íðkarar innan frælsa ítrótt, hondbólt og ríðing, sum síðsta árið veruliga hava gjørt við seg uttanfyri landoddarnar

Ungi úrmælingurin úr Bragdinum, Jónas Gunnleivson Isaksen, hondbóltsstjørnuskotið úr Hoyvík, Óli Mittún og stórtalentið innan reiðítrótt, Ragnheiður Ólafsdóttir Dam, eru tey trý innstillaðu til heiðurin (Mynd: ÍSF)
SkrivaÐ:

Innsent

Ungi úrmælingurin úr Bragdinum, Jónas Gunnleivson Isaksen, hondbóltsstjørnuskotið úr Hoyvík, Óli Mittún og stórtalentið innan reiðítróttina, Ragnheiður Ólafsdóttir Dam, eru tey trý innstillaðu til heiðurin ÍtróttaStjørnuskotið 2022.

Ítróttasamband Føroya skrivar um heiðurin, at hann verður latin einum ungum ítróttafólki, sum hevur skarað framúr í undanfarna ári. ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ er ein av teimum seks heiðurslønunum, ið verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður í Norðurlandahúsinum, leygarkvøldið 4. februar 2023.

Soleiðis verða ungu ítróttafólkini lýst í tilnevndingunum: 

[object Object]

Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur, síðani hann byrjaði at íðka frælsa ítrótt sum smádrongur, verið í eyðsýndari menning. 

Á leiðini hevur hann havt bæði framgongd og mótgongd, har stríðsviljin, reglusemið og stuðulin altíð hava havt yvirvág, og soleiðis vendist mótgongdin hvørja ferð til eina javna framgongd. Hetta krevur eina heilt serliga mentala styrki og árið 2022 var árið, har Jónas veruliga ritaði sítt navn fast sum ítróttafólk á hægsta støði. 

Jónas liggur fremstur á danska ranglistanum fyri sín aldur í fleiri greinum og er hann eisnini danmarksmeistari fyri sín aldur í fleiri av greinunum.

Hann megnaði í 2022 at klára krøv til U18 EM, sum varð hildið í Jerusalem í Ísrael í juli, har hann bøtti enn meira um føroyska metið á 400m, sum hann sjálvur átti. Eisini var hann við til NM í Svøríki seinni í juli. 

Jónas er ein av Føroya allarbestu íðkarum í frælsari ítrótt og hevur víst, at við ídni og áhaldni ber til at náa tindunum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún, er ein 17 ára gamal hondbóltsspælari úr Hoyvík við heilt serligum evnum. Øll ungdómsárini hevur Óli við síni ferð, styrki, orku og teknisku førleikum hugtikið føroyskar hondbóltsfjepparar.

Í 2022 hevur Óli Mittún av álvara sligið sítt navn fast, bæði í Føroyum og uttanlands.

Í heimligu kappingunum hevði Óli ein avgerðandi leiklut tá mannsliðið hjá H71 vann bæði steypakappingina og landskappingina og harvið gjørdust greipuvinnarir.

Eisini spældi Óli sínar fyrstu landsdystir í oktobur umframt, at hann í farna árið hevur umboðað bæði U18 og U20-landsliðini til EM-endaspøl í Portugal og Montonegro.
Til U18-endaspælið í Montenegro gjørdist Føroyar nummar níggju í Europa, og Óli Mittún var toppskjútti í allari kappingini við ikki færri enn 80 málum. Óli varð eisini kosin besti spælari í allari kappingini, sum var eitt einastandandi avrik.

Í vár gjørdi Óli Mittún sáttmála sum yrkisspælari við svenska toppliðið, IK Sävehof. Hóast sín unga aldur hevur Óli longu nú gjørt vart við seg, og í svenskum hondbóltsmiðlum var hann stutt undan ársskiftinum mettur sum evnaríkasti ungi spælari í fremstu mansdeildini í Svøríki.

[object Object]

Ragnheiður Ólafsdóttir Dam Unga reiðkvinnan hevur seinasta árið av álvara sligið sítt navn fast í føroyskari ítrótt.

Ragnheiður hevur tikið seg nógv fram í farna árinum, hon hevur lagt sera nógva orku og tíð í sínari venjing við rossunum, serliga við hestinum Hugi frá Hrepphólum. 

Tá Ragnheiður herfyri skuldi luttaka í DM og NM, valdi hon at flyta til Danmarkar við hesti sínum, so hon kundi fyrreika seg uppá besta møguligan hátt. 

Úrslitið til DM vóru eisini framúr góð og unga reiðkvinnan megnaði at kvalifisera seg til ikki minni enn tvær A-finalur. Og hetta má metast sum eitt satt bragd

Til Norðurlandameistaraheitið í Álandi, í bólkinum ung upp til 21 ár, kom Ragnheiður heilt fram í eina A-finalu í greinini fjórgongd. Hetta er eitt sera flott úrslit, serliga tá havt verður í huga, at støðið til NM er sera høgt, hetta av tí at norðurlond er sera frammalig innan gongulagsríðing.


Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ eina peningaupphædd á 5.000 krónur. ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 4. februar kl. 20.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2023

43 Leygardagur 21. Jan 2023

Brandur liðugur í Helsingborg

Verður nú partur av hópinum hjá Mikkjali Thomassen í felagnum Frederikstad FK í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski landsliðsleikarin Brandur Hendriksson er ikki longur partur av hópinum hjá svenska felagnum Helsingborg IF. Á nýggjárinum gekk sáttmálin út við svenska felagið.

Hóast Hensingborg IF ikki heilt afturvísti møguleikanum fyri at leingja við miðvallaran, sum seinastu nógvu mánaðirnir hevur verið skaddur, so er tíðin sum Helsingborg leikari farin.

Tað skrivaði Brandur sjálvur á Instagramvanga sínum mánadagin.

Skánskir miðlar vistu at siga, at Brandur Hendriksson hevur verið á vitjan í norska felagnum Fredrikstad FK, og týsdagin varð so váttað, at Brandur hevur skrivað sáttmála við Frederikstad fram til og við 2024.

Brandur hevur ikki spælt nakran dyst síðan hann sleit krossbandið í vinstra knæ á venjingarlegu í Spania við Helsingborg síðsta vár.

[object Object]Brandur Henriksson í búnanum hjá Frederikstad FK

Men nú sær út til, at hann skjótt verður førur fyri at spæla aftur, skrivar Frederiksstad.

- Brandur verður klárur út á várið, uttan tó at spekulera ov nógv í júst nær hann er klárur til dyst, skrivar heimasíðan hjá Frederikstad.

- Tað týdningarmesta fyri Brand er, at hann og okkara lið av medisinskum og kropsligum venjarum, kemur í form aftur. Klára vit tað, so hava vit fingið okkum ein framúr fótbóltsspælara.

- Brandur trívist væl við bóltinum, er kreativur og skapandi miðvallari. Hann hevur ein neyvan høgrafót og kemur við bæði málum og málgevandi avleveringum.

- Nú skal hann halda fram við at stríða seg aftur til fótbóltin, og vit gleða okkum til, at hann gerst klárur at spæla fyri FFK, sigur Joacim Heier, ið er ítróttastjóri hjá Frederiksstad.

Brandur fer at spæla við nummar 27 á bakinum.

Venjari hjá Frederiksstad er Mikkjal Thomassen, og nýggjur í hópinum er eisini ein annar føroyskur landsliðsspælari, Jóannes Bjartalíð.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2023

44 Leygardagur 21. Jan 2023

Ásla fer nú til Svøríkis at royna seg

Eftir fimm ár í donskum fótbólt skal liðskiparin á føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti nú spæla í bestu svensku deildini. Ásla Johannesen hevur skrivað undir eitt-árs sáttmála við Piteå IF

Frá Jútlandi til Norðursvøríki - føroyski vinstri bakkurin hevur skift felag (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hon var við frá byrjanini hjá Farum/FC Nordsjællandi við kvinnufótbólti í 2018 og var við at spæla liðið upp í bestu donsku deildina. Síðani skifti føroyski vinstri vongurin/bakkurin til AGF á sumri 2021, og helt fram sum yrkisspælari í bestu deildini. Eftir eitt og eitt hálvt ár í Aarhus hevur Ásla Johannesen valt nýggjar leiðir.

Heimasíðan hjá AGF skrivaði í vikuni, at Ásla hevði valt at skift, nú sáttmálin gekk út eftir hálvt annað ár í felagnum har hon hevur spælt ein stóran leiklut, har hon altíð hevði givið 100 prosent og eisini givið nógv til at styrkja um mentanina í felagnum. 

Ásla Johannesen sigur sjálv við agf.dk, at hon er ógvuliga fegin um tíðina í AGF og í Aarhus, og at hon framhaldandi fer at fylgja væl við - úr Svøríki.

[object Object]
Ásla Johannesen - saman við Juliu Naomi Mortensen - í AGF 

Tað er í grannalandinum, at liðskiparin á føroyska landsliðnum nú fer at royna seg. Hon hevur nógvar royndir í altjóða fótbólti og úr donskum fótbólti, og nú er besta svenska deildin á skránni. 

Piteå IF skrivar, at felagið hevur gjørt eitt-árs sáttmála við føroyska liðskiparan. 26-ára gamla Ásla Johannesen sigur við heimasíðuna, at hon sær tað sum eitt fet upp at spæla í Svøríki, og at hon gleðir seg at búgva í einum heldur minni stað, har fólk eru opin og vinarlig. Ásla metir, at eisini at talan er um eitt støðugt lið, ið hevur havt sama venjara í tólv ár.

Piteå endaði í fjør á 7. plássi í bestu svensku deildini. Tað er í miðjuni - 14 lið eru í Damallsvenskan. Piteå er ein býur við beint undir 25.000 íbúgvum norðaliga í Svøríki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2023

45 Leygardagur 21. Jan 2023

Petur Knudsen er nú aftur á vøllinum

Hann hevur ikki spælt dyst í næstan níggju mánaðir, men 24-ára gamli álopskendi Lyngby-leikarin sigur, at hann nú einki merkir til skaðan, og at hann skjótt fer at spæla venjingardyst

Síðsta summar varð Petur Kundsen skurðviðgjørdur fyri "sportsbrok"
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ársins leikari í føroyskum fótbólti 2020 skifti á sumri 2021 til Lyngby, sum tá spældi í næstbestu donsku deildini. Petur Knudsen gjørdi bart og skoraði seks mál í fyrru hálvu og byrjaði eisini inni í nøkrum dystum. Eftir vetrarsteðgin vóru minuttirnir nakað færri í talið, men føroyingurin var við í hvørjum dystarhópi, til hann fekk skaðatrupulleikar.

Síðsta summar varð Petur Kundsen skurðviðgjørdur fyri "sportsbrok". Eftir hetta var neyðugt við langari uppvenjing, og tískil hevur Petur ikki enn havt møguleika at spæla í Superliguni, har Lyngby er í løtuni.

Tað gongur tó væl, og nú nærkast. Petur Knudsen upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at hann fyri nøkrum døgum byrjaði at venja aftur við fullari ferð, og at hann einki merkir til skaðan. Uppvenjingin hevur eisini gingið væl.

Sambært eyp.fo verður 24-ára gamli álopskendi leikarin úr Saltangará helst á vøllinum fyri Lyngby BK, tá liðið um tíggju dagar, leygardagin 28. januar, spælir ímóti Hillerød.

Petur Kundsen hevur ikki spælt síðani 22. apríl. Hann hevur sáttmála við Lyngby til og við endan av kappingarárinum; t.v.s til í summar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2023

46 Leygardagur 21. Jan 2023

Samuel royndarvenur í Randers

19-ára gamli miðverjin hevur sáttmála við barndómsfelagið HB, men hevur nú havt sína fyrstu venjing í Randers og skal vera har alla næstu viku. Ætlanin er at fáa nakrar góðar venjingar við einum professionellum liði

Samuel Johansen Chukwudi fekk sínar fyrstu landsliðsminuttir í november (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Samuel Johansen Chukwudi var størsta partin av 2022 í Belgia. Har royndi hann seg í Union Saint Gilloise. Ungi miðverjin var tó skaðadarvaður ein part av tíðini, og skaðaviðgerð fyri knæið og endurvenjing var á skránni fyrstu tíðina.

Hann slapp seinni at venja partvíst við besta liðnum og royna seg í dysti við eykaliðnum, men hetta var ikki heilt nøktandi støði fyri menningina hjá føroyska stórtalentinum.

Heimasíðan in.fo skrivaði í síðstu viku, at Samuel nú fór at venda aftur til barndómsfelagið. Sáttmálin við Union Saint Gilloise var ein leigusáttmáli, og belgiska felagið keypti hann ongantíð leysan. Samuel spældi tríggjar dystir við HB síðsta summar. Nú 19-ára gamli havnarmaðurin kom til Føroya síðsta hósdag, men steðgurin gjørdist stuttur.

Í gjár visti bolt.fo at siga, at Samuel Chukwudi komandi vikuna skal royndarvenja við danska superligafelagnum Randers FC.

[object Object]
Samuel í einum av teimum trimum dystunum, ið hann spældi fyri HB í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Portalurin hevur tosað við Samuel, ið er staddur í Randers, um hvat hann ætlar at fáa burturúr tíðarskeiðnum:

- Eg kom hóskvøldið, og hevði mína fyrstu venjing í morgun (fríggjadag, -red.). Eg ætli mær at hyggja eftir umstøðunum, fáa nakrar góðar venjingar við einum professionellum liði, og gera tað so gott sum eg kann. So vóni eg, at teir fáa eina góða fatan av mær.

Randers liggur í ovaru hálvu av bestu donsku deildini. Liðið hevur føroyska vitjan alla næstu viku eisini. Samuel Johansen Chukwudi hevur sáttmála við HB fyri 2023. Hann hevur sambært Faroesoccer spælt 34 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum. Samuel hevur sjey U21-landsdystir, harav fýra sigrar, og spældi í november sínar fyrstu A-landsdystir. Talan var um venjingardystir í Kekkia og Kosovo. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2023

47 Leygardagur 21. Jan 2023

Jensa Tórolvsdóttir til danskan fótbólt

Hon skiftir til FC Thy - Thisted Q í bestu kvinnudeildini í Danmark

Jensa Tórálvsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Víkingur boðaði farna vikuskiftið frá, at Jensa K. Tórolvsdóttir skiftir til FC Thy - Thisted Q í bestu kvinnudeildini í Danmark.

Jensa er spent uppá avbjóðingina, skrivar Víkingur.

- Umstøðunar har eru góðar, og eg haldi at tað er tað rætta staðið hjá mær at menna meg sum fótbóltspælara. Eg ætli mær at arbeiða hart, og málið er at klára at spæla meg inná besta liðið hjá teimum, sigur Jensa Tórolvsdóttir, sum eisini er á landsliðnum.

Jensa greiðir víðari frá, at hon er sera spent til nýggju avbjóðingina, men eingin ivi skal vera í, at hon kemur at sakna sínar liðfelagar og venjaratoymi í Víkingi.

- Tað er sjálvandi ein missur fyri okkara Betri lið, at ársins leikari 2022 skiftir, men vit ynskja Jensu til lukku við skiftinum, og gleða okkum at fylgja við hennara fótbóltsævintýri uttanlanda, sigur Víkingur.

Tey siga eisini, at dyrnar í Sarpugerði altíð standa opnar, um hon vendur nøsina heimaftur til Føroyar einaferð í framtíðini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2023

48 Leygardagur 21. Jan 2023

Svenskur miðverji til B36

24-ára gamli Isak Jönsson hevur seinastu árini spælt í næstbestu svensku deildini men hevur eisini royndir frá Allsvenskan. 194 sentimetra høgi verjuspælarin hevur skrivað undir fyri 2023

Høgi miðverjin hevur spælt fyri Trelleborg í fýra og eitt hálvt ár. Har hevur hann skorað tíggju mál
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B36 hevur í vikuni kunngjørt útlendskan styrk. Talan er um svian Isak Jönsson, ið er 194 sentimetra høgur miðverji, ið eisini kann spæla á høgra bakki.

Heimasíðan bolt.fo skrivar, at 24-ára gamli miðverjin var á veg til B36, og at talan er um spælara við royndum frá næstbestu og eisini bestu deildini í fjør.

Sambært transfermarkt.com hevur nýggi B36-spælarin spælt fyri Trelleborg síðani á summri 2018. Hann spældi fyrst 13 dystir í bestu deildini, og síðan 2019 hevur talan verið um 107 dystir í "Superettan", ið er næstbesta deildin í Svøríki.

Sum bolt.fo vísir á, so er Isak Jönsson lutfalsliga vandamikil framman fyri málinum. Hann hevur samanlagt skorað tíggju mál fyri Trelleborg, har hann við sínari hædd og styrki hevur verið eitt vápn í offensivu deyðbóltunum.

So er spurningurin, hvussu nógv hann fær burturúr fryi B36. Liðið misti seint síðsta summar stinna danska miðverjan Thor Høholt, og tað mesta bendir á, at landsmaðurin og miðverjin hjá B36 tvey tey seinastu árini, Lukas Enevoldsen, ikki heldur fram. Óvissa er framvegis um landsliðsmiðverjan Sonna Ragnar Nattestad, ið tó hevur vant við.

Sáttmálin millum B36 og Isak Jönsson er galdandi fyri 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2023

49 Leygardagur 21. Jan 2023

Dánjal Godtfred heldur fram í EB/Streymi

26-ára gamli miðvallarastríðsmaðurin úr Vági spældi 26 dystir fyri felagið í fjør, og hevur nú skrivað ein nýggjan eitt-árs sáttmála

Dánjal Godtfred - her sum TB-spælari í einum nærdysti við Margáir. Júst TB var eitt av feløgunum, ið var áhugað at lokka Dánjal aðrastaðni at spæla (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

EB/Streymur fekk í vikuni ein sáttmála í hús, ið kann gerast sera týðandi. Dánjal Godtfred kom til felagið síðsta vetur og var ein sentralur spælari hjá liðnum, sum endaði á fimta plássið í Betrideildini. 26-ára gamli orkuríki miðvallarin spældi 26 dystir og skoraði eitt mál. 

Í vetur hava onnur lið ligið framvið. TB hevur roynt at fingið vágbingin aftur, og sum skilst hevur 07 Vestur eisini roynt at knýtt hann til. Nú er so greitt, at Dánjal hevur bundið seg til EB/Streym í eitt ár afturat.

- EB/Streymur og Dánjal Godtfred hava gjørt sáttmála, so stríðsmaðurin á miðjuni eisini er í blá-svarta búnanum í 2023. 26 ára gamli suðuroyingurin leitki í fjør 26 dystir fyri EB/Streym og var sera eyðsýndur á miðvøllinum.

- Í felagnum eru við sera glað fyri at Dánjal heldur fram og ynskja honum bestu eydnu komandi ár, skrivar felagið í samband við kunngjørda sáttmálan.

Vágbingurin hevur spælt samanlagt 169 dystir í Betrideildini. Teir flestu fyri TB ella TB/FCS/Royn.

Sigfríður Clementsen er nýggjur venjari hjá EB/Streymi, ið eisini hevur longt við millum annað Filip Djordjevic, sum var ársins leikari í felagnum, men sum hevur mist stinna málverjan Kristian Joensen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2023

50 Leygardagur 21. Jan 2023

Bogi hevur eisini skrivað undir við EB/Streym

Liðið hjá Sigfríði Clementsen hevur nú tryggjað sær, at hin miðvallarastríðsmaðurin, sum kom til felagið seinasta vetur, heldur fram í 2023

Bogi Reinert-Petersen í dysti móti einum av sínum fyrrverandi feløgum sínum, Víkingi. Hann spældi 22 dystir fyri EB/Streym í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

EB/Streymur tryggjaði sær mikukvøldið undirskriftina hjá fuglfirðinginum, so at hesin eisini kemur at umboða felagið hetta komandi kappingarárið.

- Bogi hevur verði ein fongur síðani hann kom til felagið, ein sterkur og hart arbeiðandi miðvallari, ið vit eru sera glað fyri. Í EB/Streymi eru vit samstundis sera fegin at enn ein profilur hevur valt at halda fram, skrivar felagið

Fuglfirðingurin kom, eins og vágbingurin Bogi Godtfred, til EB/Streym síðsta vetur. Hann var ein lyklaleikari hjá felagnum og spældi tilsamans 22 dystir og skoraði tvey mál. Miðvallarin misti nakrar dystir vegna skaða og leikbann, men tá hann spældi, var hann fastur á miðvøllinum, og EB/Streymur stóð seg sum heild væl.

Nýggi sáttmálin hjá Boga Reinert-Petersen er galdandi fyri 2023. Hann fyllur 30 ár um ein mánaða, og hevur spælt samanlagt 168 dystir í Betrideildini, umframt tólv steypadystir og fýra evropeiskar dystir. Bogi hevur áður umboðað barndómsfelagið ÍF, Víking og HB í fremstu røð, umframt at hann hevur umboðað Kolding IF í triðbestu donsku deildini og Vejle á ungdómsstøði. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2023

51 Leygardagur 21. Jan 2023

AB hevur gjørt sáttmála við danskan málverja

23-ára gamli William Tønning kemur úr svenskum fótbólti, og skal manna málverjatoymið saman við Antonio Borelli - Rói Zachariasen er framvegis darvaður av skaða

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað hevur stóran týdning at hava tveir kappingarførar málmenn í einum Betrideildarhópi. Upprunaliga var ætlanin hjá AB í hesum kappingarárinum, at lokali Rói Zachariasen og amerikanski Antonio Borelli skuldu kappast um plássið í 2023, men so verður ikki í fyrstu syftu.

Hetta skrivar AB á Facebook-síðu sínari í samband við, at ein nýggjur danskur málverji er kunngjørdur. Hann kemur ístaðin fyri lokala Róa Zachariasen, ið vendi aftur seinasta vetur. Skaðar hava tó lagt meinbogar í vegin.

Um støðuna hjá Róa Zachariasen skrívar AB, at hann hevur verið nógv darvaður av skaða í bæði ryggi og knøum, og hetta gjørdi sítt til, at 24-ára gamli argjamaðurin ikki spældi fleiri enn 11 dystir í Betrideildini í farna kappingarári.

- Nú er greitt, at Rói verður í øllum førum ikki klárur fyribils. AB ynskir honum góðan bata við skaðanum og vónar, at hann kemur fyri seg og kann spæla fótbólt aftur.

- Við hesari støðuni í huga hevur AB funnið nýggjan, danskan málverja. Hann eitur William Tønning, er 23 ára gamal og ættaður úr Slagelse, har hann eisini hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur, skrivar Argja Bóltfelag.

Síðstu tvey árini hevur William Tønning spælt í triðbestu svensku deildini - við feløgunum Ytterhogdal og IFK Luleå. Nú er hann komin til Føroyar, har hann skal kappast við Antonio Borelli um plássið í AB-málið. Borelli spældi sjey dystir, eftir at hann kom síðsta summar. Amerikumaðurin var liðformaður nakrar dystir, og helt málið reint í tveimum dystum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2023

52 Leygardagur 21. Jan 2023

B68 og Villiam Klein hava gjørt sáttmála

Stóri og sterki áleyparin skoraði í fjør 13 mál fyri Undrið og hevur spælt í 1. deildd seinasti árini. Hann hevur í vetur vant við á Svangaskarði, og nú er sáttmáli komin burturúr

- Eg havi nú í tveir mánaðir vant við her á Svangaskarði, og føli eg, at hetta er rætta staðið hjá mær at mennast, sigur Villiam Emil Klein, ið her sæst saman við høvuðsvenjaranum, Jákupi á Borg (Mynd: Tofta Ítróttafelag)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sterki og bólttryggi álposleikarin Villiam Klein hevur undirskrivað sáttmála við B68.

- Eg havi nú í tveir mánaðir vant við her á Svangaskarði, og føli eg, at hetta er rætta staðið hjá mær at mennast. Umstøðurnar eru framúr, og hópurin hevur tikið sera væl ímóti mær, sigur Villiam Klein viđ B68-síðuna.

Villiam Emil Klein er havnarmaður og er uppvaksin í HB, men hevur eisini umboðað FC Hoyvík, B36 og Undrið. Hann hevur seinastu árini spælt mest í 1. deild, og hevur skorað javnt av málum fyri havnarfeløgini. Samanlagt hevur stóri áleyparin skorað  37 mál í 88 dystum í 1.deild - í fjør gjørdist talan um 13 mál í 24 dystum fyri Undrið.

Sáttmálin millum Villiam Emil Klein og B68 er galdandi fyri kappingarárið 2023.

Toftamenn hava eisini fingið Jørgen Nielsen úr NSÍ til álopspartin, og hava fingið ein annan spælara sum skoraði nógv mál í 1. deild í fjør, Jónas Warner úr B71. Umframt hetta hevur B68 styrkt seg við Alexi Mellemgaard og Ragnari Samuelsen. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2023

53 Leygardagur 21. Jan 2023

Spæla venjingardyst í Norðurmakedonia tríggjar dagar eftir fyrsta undankappingardystin

27. mars skal føroyska A-landsliðið hjá monnum á fyrsta sinni spæla móti norðurmakedonum

Todor Proeski National Stadion í Skopje, har dysturin verður spældur. Tað er álagt krav frá UEFA, at A-landslið spæla í minsta lagi tíggju dystir um árið (Mynd: fsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

24. mars seta Føroyar hol á undankappingina til EM 2024 við útidysti móti Moldova. Harvið byrjar hendan undankappingin júst sum tann seinasta - í mars 2021 spældu Føroyar 1-1 í Chisnau í fyrsta HM-undankappingardystinum. 

Fyri tveimum árum síðani var farið beinleiðis víðari til undankappingardyst í Eysturríki og síðani Skotlandi. Hesaferð er bert ein undankappingardystur á skránni - tí bert fimm lið eru í bólkinum - men UEFA krevur vegna sjónvarpsavtalurnar, at øll limalondini spæla tíggju landsdystir eisini í 2023, og tí skal ein venjingardystur inn í mars fyri fyrst.

Tann venjingardystin hevur Fótbóltssamband Føroya nú fingið endaliga upp á pláss, og verður hann í Norðurmakedonia rríggjar dagar eftir fyrsta undankappingardystin. Venjingardystur verður á Todor Proeski National Stadion í norðurmakedonska høvuðsstaðnum, Skopje, mánadagin 27. mars. 

Við hesum er eisini greitt, at eitt nýtt land kemur á listan yvir mótstøðulið hjá føroyska A-landsliðnum við monnum. Ungdómslandslið hava mangan spælt móti Norðurmakedonia, og nevnast kann millum annað at føroyska U21-landsliðið seinastu tvær undankappingarnar hevur verið í sama bólki sum Norðurmakedonia, og at tað í fjør eydnaðist at vinna 1-0 í Skopje.

[object Object]
Stefan Radosavljevic skoraði fyri U21-landsliðið í Skopje í fjør - hann skoraði eisini sítt fyrsta A-landsliðsmál, og tað var í Pristina í november (Mynd: Sverri Egholm)

Málið skoraði Stefan Radosavljevic, ið eisini skoraði í síðsta A-landsdystinum. Her var talan um 1-1 javnleik í Kosovo í november, og fsf.fo skrivar, at var talan um altjóða skrásettan A-landsdyst nummar 228, síðan Føroyar í 1988 fingu limaskap í UEFA og FIFA.

- Hesi 35 árini hevur føroyska manslandsliðið spælt móti 47 av teimum 55 londunum, sum í dag eru limir í evropeisku fótbóltssamgonguni. Harafturat hava vit eisini møtt Kekkoslovakia, Jugoslavia og Kanada, sum Føroyar spældi tveir venjingardystir móti í apríl í 1989.

Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA er Norðurmakedonia nummar 65, meðan Føroyar eru nummar 123 av teimum 211 limalondunum.

Í komandi EM-undankapping eru Føroyar í bólki E, saman við Polandi, Kekkia, Albania og Moldova. Her er vert at nevna, at Føroyar ongantíð áður hava roynt seg í A-landsdysti móti Albania, skrivar Fótbóltssamband Føroya

Dystaskráin hjá A-landsliðnum 2023
24. mars Moldova – Føroyar
27. mars Norðurmakedonia – Føroyar
17. juni Føroyar – Kekkia
20. juni Føroyar – Albania
7. sept. Poland – Føroyar
10. sept. Føroyar – Moldova
12. okt. Føroyar – Poland
15. okt. Kekkia – Føroyar
20. nov. Albania – Føroyar
??? Venjingardystur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2023

54 Leygardagur 21. Jan 2023

15 ár síðani samanleggingina

LÍF og GÍ kastaðu fyri 15 árum saman, og 14. januar í 2008 var stovnandi aðalfundur í ítróttarhúsinum í Leirvík

Víkingur gjørdist steypavinnari í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farna vikuskiftið vóru tað 15 ár síðani, at ítróttafelagið Víkingur var stovnað. Víkingur er samanrenning millum Leirvíkar Ítróttafelag, LÍF og Gøtu Ítróttafelag, GÍ.

Í sambandi við dagin skrivaði Víkingur um søguna hjá felagnum:

Í dag eru 15 ár liðin, síðani at fótbóltsfelagið Víkingur varð stovnað. 

Tað var í fyrru hálvu av 2006, at fólk úr Leirvík og Gøtu fóru at spæla sær við tankan, um tað ikki hevði verið skilagott at lagt LÍF og GÍ saman til eitt felag. Feløgini høvdu tá samstarvað í nógv ár, tá tað hevði staðið á at manna ungdómslið á fullum vølli, og hetta samstarvið hevði oftast havt góð úrslit við sær. Eisini vóru krøvini, bæði ítróttarliga og umsitingarliga, herd nógv seinastu árini, og vísti tað seg at gerast truplari og tyngri at reka eitt lítið felag við høgum málsetningum. Feløgini hildu tó, at tað var sera umráðandi at fara varisliga fram, og blivu tí samd um at brúka árið 2007 til at fyrireika eina møguliga samanlegging av feløgunum. 

Á sumri 2007 bleiv ein bólkur við fýra fólkum (tvey úr Leirvík og tvey úr Gøtu) settur til at gera eitt uppkast av einari møguligari samanlegging. Tá ið bólkurin var liðugur við sítt arbeiði, varð tað lagt fram fyri feløgunum og seinni fyri limunum, og var her møguleiki at koma við viðmerkingum og spurningum. Atkvøðugreiðsla var eisini um feløgini skuldu leggja saman ella ikki, og meirliluti var í báðum feløgunum fyri at halda fram við ætlanini/arbeiðinum og soleiðis at leggja uppskot fram til endaliga støðutakan á fundi fyrst í januar 2008. 

14. januar 2008 var stovnandi aðalfundur í ítróttarhúsinum í Leirvík. Umleið 180 limir møttu til fundin. Nýggju viðtøkurnar fyri felagið vóru samtyktar, og fyrsta nevnd felagsins bleiv vald. Tey, ið mannaðu fyrstu nevndina vóru Páll Gregersen (formaður), Ólavur Olsen sáli, Hanna Erlingsdóttir Olsen, Jógvan Júst Olsen, Andreas Poulsen sáli og Tórhallur við Gil. 

Nýggja felagið var nú veruleiki.

4. februar 2008 var so navnið á nýggja felagnum avdúkað. 18 uppskot vóru innkomin, og nevnd og limir vóru samd um, at VÍKINGUR var tað besta uppskotið. Hetta navið passaði bæði við víkingasøgurnar úr bygdunum, men eisini við LeirVÍK og GøtuVÍK. 

Í februar mánaði bleiv eisini alment kunngjørt, at nýggi liturin á búnanum hjá Víkingi varð ljósabláur við svørtum buksum og ljósabláum hosum. 

27. februar var nýggja búmerki avdúkað á samkomu í Bygdarhúsinum í Leirvík. Fleiri uppskot vóru til búmerkið, og valdi nevndin búmerkið, sum í dag ímyndar felagið.

Brasilianari bleiv heintaður til landið, fyri at gerast fyrsti venjari hjá besta mansliðið felagsins, men tíðin til kappingarbyrjan nærkaðist, og loyvir hansara vóru ring at fáa upp á pláss, so hann bleiv sendur av landinum aftur, og Anton Skoradal bleiv settur sum venjari. Magni Jarnskor hevði verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá GÍ áðrenn Víkingur bleiv stovnað, og hann bleiv nú venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Víkingi.

Mennirnir endaðu fyrsta árið á fimta plássi, og kvinnurnar fingu bronsuheiðursmerki. Í steypakappini ruku kvinnurnar út í hálvfinalunum, ímeðan mennirnir ruku út í fyrsta dystinum, eftir at teir taptu ímóti 07 Vestur eftir brotsparkskapping.

Til stuttleikar kann nevnast, at teir báðir, Sølvi Vatnhamar og Atli Gregersen, sum enn spæla við á hægsta stigið, brendu hvør sítt brotspark hendan dystin. 

Í 2009 bleiv Jógvan Martin Olsen bleiv settur sum høvuðsvenjari í felagnum. Jógvan Martin gjørdi eitt sera stórt arbeiði fyri felagið, og var hann høvuðsmaðurin aftanfyri langtíðarætlanina, sum bleiv løgd fyri felagið, og sum er ment víðari til tað, sum felagið stendur fyri í dag. 

2009 var eisini árið, tá ið felagið vann sítt fyrsta FM og sítt fyrsta steypagull. Víkingur vann løgmanssteypið tað árið, eftir dramatiska finalu, sum vit vunnu 3-2 ímóti EB/Streymi. Finalan var leikt á Ovara vølli í Gunadali ólavssøkuaftan, og hetta var fyrsti stóri dysturin, sum felagið var partur av. Málskorarar fyri Víking hendan dagin vóru Hans Jørgen Djurhuus, Andreas Lava Olsen og Finnur Justinussen. Umframt Lava og Finn, so vóru eisini Atli og Sølvi við at vinna fyrsta steypagullið, av teimum, sum enn spæla við besta mansliðið okkara. 

Fyrsta FM heiti hjá felagnum kom eisini í hús hetta árið, og vóru tað Gentur 10-12 (sum tað æt tá), sum vunnu hendan heiðurin. Tað vóru gentur føddar í 1997 og 1998 sum leiktu við hesum árganginum hetta árið. Venjarar vóru Hanna Erlingsdóttir Olsen og Gunvá Joan Pállson.

Steypagullið í 2009 var kanska byrjanin til stórheitstíðina hjá Víkingi, sum so nógv hava kallað tað.

Í 2010 spældu vit fyri fyrstu ferð evropeiskar dystir, tá ið vit møttu stórfelagnum Besiktas úr Turkalandi. Hóast vit samanlagt taptu greitt, so var tað stórt fyri felagið at vera við til hesar dystirnar.

Vit leiktu ikki evropeiskar dystir í 2011, men frá 2012 og sjey ár fram, vóru vit úti í Evropa og spældu hvørt summar, og fleiri stór úrslit stóust burturúr.

Í 2013 megnaðu vit at koma víðari fyri fyrstu ferð, eftir ein samanlagdan sigur á FC Inter Turku úr Finnlandi. Sigfríður Clementsen hevði júst tikið við sum venjari, og undir honum komu nógv góð úrslit. Trý steypagull, (2013, 2014 og 2015), og nógv munnu eisini minnast við gleði aftur á útidystin í Tromsø í 2014, tá vit við 2-1 sigri, sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð, vunnu okkum víðari til triðju rundu í Europa League. Ferðalag úr Føroyum var við á ferðini, og ”Fagra Blóma” hoyrdist av áskoðaraplássunum í pørtum av dystinum – ein minnilig løta fyri mong. Málini hjá okkum hendan dagin skoraðu Bárður Jógvansson Hansen og Hallur Hansson. 

Í september í 2015 gjørdist Sámal Erik Hentze (Bagge) venjari, og eisini hann lyfti felagið á nýggjar hæddir. Við honum við róðrið vunnu vit í 2016 fyrsta føroyameistaraheitið í bestu mansdeildini, sum vit eisini endurvunnu í 2017. 

Hjá kvinnunum hevur vegurin verið eitt sindur øðrvísi. Eftir kappingarárið í 2013, høvdu vit tað trupult við at manna lið til bestu deildina, og tí varð farið undir samstarv við grannarnar innan eið, so at kvinnurnar spældu undir ÍF/Víkingi árini 2014-2018. Í 2019 og 2020 var B68 eisini við í samstarvinum.

Høvuðsgrundin aftanfyri tað, at samstarva við onnur feløg, var sjálvandi at man ynskti at hava lið í bestu deildini, og við tí at varðveita egnar leikarar, men saknur var altíð eftir at kunna bjóða sínum bestu kvinnuleikarum at kunna spæla í ljósabláum, og at tær eisini kundu merkja Víking í teirra samleika, og tí var tað við gleði, at vit í 2021 aftur høvdu egið lið í bestu kvinnudeildini í Føroyum.

Enn mangla tey heilt stóru úrslitini hjá kvinnunum, men vit eiga nógvar góðar fótbóltsspælarar og fleiri ungdómslandsliðsleikarar, og so seint sum í 2022 áttu vit bæði ársins leikara og ársins unga leikara og vit trúgva uppá, at hetta við hørðum og miðvísum arbeiði, kann koma innan nøkur ár. 

Ungdómsleikarar hava vit eisini nógvar av, og tey eru grundarsteinurin í felagnum. Vit arbeiða hart hvønn dag, fyri at menna fótbóltsleikarar. Okkara ungdómslið hava nógv góð úrslit at vísa á. Ígjøgnum okkara 15 ár hava vit vunnið nógv heiðursmerki í ungdómsdeildini, og vit hava eisini framleitt nógvar landsliðsleikarar. Alt hetta við hørðum og miðvísum arbeiði, tó at vit eisini hava lagt dent á, at pláss skal vera fyri øllum.

Árini eftir at vit gjørdust føroyameistarar í bestu mansdeildini hilnaðust ikki eins væl. Eftir nøkur heldur miseydnað ár, við minni góðum úrslitum, og fleiri spælarum útifrá, so ynskti nevndin í 2020 at seta ferð á ættarliðsskifti, og at okkara besta manslið í stóran mun, skuldi mannast av egnum leikarum.

Jóhan Petur Poulsen, sum seinastu nógvu árini hevði fingið góð úrslit sum venjari á næstbesta liðnum, bleiv settur sum høvuðsvenjari, og hetta má sigast at hava verið ein røtt avgerð. Tvey silvurheiðursmerki í landskappingini, eitt silvurheiðursmerki í steypakappingini og eitt steypagull er tað blivið til, og ikki at gloyma hava vit ment nógvar ungar fótbóltsleikarar, til at vera berandi kreftir á okkara besta mansliðið í dag. Serliga finalan um løgmanssteypið í november í 2022 stendur høgt í minnum.

Vit megnaðu at vinna á KÍ, sum annars hevði havt eitt einanstandandi kappingarár, og endiliga stóðu vit aftur við steypinum á lofti, og felagsskapurin kókaði. Sum Súni Merkistein segði í sjónvarpinum hetta kvøldið: ”Tú kanst ikki temja ovfarakæti á einari fjøld, sum er algoyst”, og júst soleiðis kendist tað fyri Eysturbúgvar – Endiliga vóru vit aftur har, og hetta á ein hátt, flest okkara kunnu standa inn fyri, og eru stolt av.

Júst hesin felagsskapurin, hevur eisini borið felagið hartil, sum vit eru í dag. Vit hava lagt dent á, at skapa ein felagsskap, har tað er pláss fyri øllum, og har øll trívast, og hetta má sigast at hava hilnast væl. Í 2022 høvdu vit umleið 300 hvílandi og 500 virknar limir – hetta í eini kommunu við gott 2.200 íbúgvum.

Vit hava eitt støðugt felag við støðugari nevnd, góðum og trúgvum peningastuðlum, nógvum venjarum og 100-tals hjálparafólkum, og í síðsta enda er hetta tað, sum er lykilin til hendan felagskapin – tað at alt nærsamfelagið hevur bakkað upp um felagið og luttikið fyri felagið á ymsan hátt.

Ja, nógv er hent uppá hesi 15 árini, ið vit hava verið til, og tað er við gleði, at ein kann hyggja aftur á hetta. Allir tímarnir í Víkingahúsunum og á vøllum kring landi, við góðum prátum, skemtiligum løtum, sigursrúsi, spentum, álvarsamum og hugtungum løtum, ja, kensluliga hava vit verið allan vegin runt, men saman standa vit sterkari og vit steðga ikki her. Vit halda fram við at arbeiða hart. Arbeiða hart fyri at skapa góð úrslit, og fyri at hjúkla um tann góða felagskapin, sum vit øll elska.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. Jan 2023

55 Leygardagur 21. Jan 2023

Favorittar at fara víðari saman við Spania

Umframt at royna seg móti evropameistarunum, skulu Føroyar spæla móti Japan og Angola í bólki D í HM-endaspælinum. Dystirnir verða spældir í Magdeburg í Týsklandi í seinnu hálvu av juli

Elias Ellefsen á Skipagøtu í føroyska sigrinum á Noregi í EM-endaspælinum í fjør. Spania vann tá stórt á Noregi, og í juni skulu føroysku og sponsku U21-landsliðini hittast (Mynd: Harald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lutakastið til bólkabýtið í HM endaspælinum fyri U21-landslið hjá monnum var týsdagin. Tað fór fram í Katowice í Polandi, ið er ein av vetsbýnum fyri HM-endaspælinum hjá monnum, sum er í gongd nú.

Tøknin riggaði einki serligt, og tað var heldur trupult at fáa yvirlit útfrá stroymingini, men tað gjørdist at enda greitt, at Føroyar vóru komin í bólk við Spania, Japan og Angola. Dystirnir verða spældir 20., 21. og 23. juni.

Spania gjørdist í juli í fjør evropameistari fyri U20-landslið, og talan er harvið helst um eitt av allartruplastu liðunum, ið Føroyar kunnu spæla ímóti. Tá árgangirnir hittust í European Open í 2019 vunnu Føroyar á spaniólum, men ymiskt kann vera broytt síðani.

Í EM-endaspælinum í fjør endaðu Føroyar í topp-10, og vunnu sær harvið atgongd til hetta HM-endaspælið fyri U21-landslið. Føroyar eru við hesum eisini styrkismettar í næsthægsta styrkisbólki, og hóast vit ikki kenna so nógv til Japan og Angola, so kann útfrá søguni hjá hondbóltstjóðunum metast, at Føroyar í øllum førum hava góðan møguleika at basa asiatiska og afrikanska liðnum. Á pappírinum er evnaríka føroyska liðið tí helst favorittur at vinna seg víðari - Japan er tó asiatiskur meistari í árganginum.

Tá Føroyar vóru við til U21 HM í 2017 eydnaðist at koma víðari. Tá var tó talan um bólk við seks liðum, har fýra lið komu víðari. Hesaferð koma tvey lið víðari til høvuðsumfarið (millumumfarið)

Bólkurin hjá Føroyum verður spældur í Magdeburg í Týsklandi. Tveir bólkar eru á skránni í Grikkalandi. Um Føroyar koma víðari, er møguleiki at hitta millum annað Frakland og Kroatia.

Her sæst yvirlit yvir allar bólkarnar: 

Bólkur A: Frakland,  Pólland, Kroatia, USA
Bólkur B: Algeria, Týskland, Tunesia, Kosta Rika
Bólkur C: Portugal, Brasil, Kuveit, Libanon
Bólkur D: Spania, Føroyar, Japan, Angola
Bólkur E: Ungarn, Denmark, Argentina, Vinnarin úr Oceania
Bólkur F: Svøríki, Slovenia, Bahrain, IHF Trophy vinnarin
Bólkur G: Serbia, Ísland, Kili, Marokko
Bólkur H: Egyptaland, Grikkaland, Kuba, Saudi Arabia

Hondbóltssambandið skrivar soleiðis um føroysku fyrireikingarnar, har millum annað venjingardystir móti einum øðrum luttakandi landið eru á skránni: 

- Føroysku fyrireikingarnar til HM byrja við einari samling í mars og einari í apríl. Í tíðarskeiðnum 18. mai til 20. juni kemur liðið av venja fast saman tvær ferðir um vikuna. Í juni mánaði fer liðið eisini til Íslands, har venjingardystir vera móti Íslendska U21-landsliðnum, dagarnar 10. og 11. juni.

Venjarar hjá liðnum, sum fyri tað mesta hevur spælarar føddar í 2002-árganginum, eru framvegis Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2023

56 Leygardagur 21. Jan 2023

Jóhan á Plógv 75 dystir fyri danska landsliðið

Í dystinum hóskvøldið móti Kroatia var Jóhan á Plógv Hansen tryggur og skoraði fýra mál

Jóhan á Plógv Hansen (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyingurin á danska hondbóltslandsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, leikti hóskvøldið dyst nummar 75 fyri Danmark.

28 ára gamli havnardrongurin leikti sín fyrsta dyst fyri landsliðið tá hann var 21 ára gamal, og síðani hevur hann verið við til at vinna nógv saman við sigursvanda liðnum.

Millum annað tvey HM-gull, OL-silvur og EM-bronsu.

Danmark spældi hóskvøldið javnleik 32-32, og Jóhan, sum leikti allan dystin á høgra vongi, fekk fýra mál.

Danmark spælir aftur í kvøld móti USA. Síðsti dystur í millumumfarinum verður mánakvøldið móti Egyptalandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2023

57 Leygardagur 21. Jan 2023

Fleyr vann á Mjølni – púra opið um fyrsta plássið

Flogbóltur: Fleyr vann týskvøldið 3-1 á Mjølni í bólkaspælinum í steypakappingin, og tað merkir, at kappingin er púra opin um, hvør vinnur sær fyrsta plássið í bólkinum

 
SkrivaÐ:

Innsent

Steypakappingin, menn:
Fleyr – Mjølnir 3-1 (18-25, 25-22, 25-23, 25-21)

Fleyr vann týskvøldið 3-1 á Mjølni í bólkaspælinum í steypakappingin, og tað merkir, at kappingin er púra opin um, hvør vinnur sær fyrsta plássið í bólkinum, og í hálvfinaluni tí sleppur at spæla ímóti nr. 4, sum í løtuni ÍF, sum er meint rakt av, at lyklaleikarar hava skaða.

Tað var annars Mjølnir, sum vann fyrsta sett 25-18, eftir at Fleyr hevði verið frammanfyri til 10-10.

Í øðrum setti var tað øvugt; Fleyr javnaði til 10-10 og fór undan og vann 25-22.

Mjølnir svaraði aftur í triðja setti og legði seg á odda 9-4, og 23-19. Rói Hentze minkaði so um munin til 20-23 við fínum smassji , áðrenn hann fór at serva, og tað gjørdi hann restina av settinum. Við serviessi gjørdi hann tað til 24-23 til Fleyr, áðrenn Mattias Nolsøe Isaksen avgjørdi settið við postkassa.

Í fjórða setti gekk javnt á til 14-14, tá Fleyr vann seg avgerandi framum og gjørdi tað til 20-16. Mjølnir minkaði aftur um munin til bert eitt stig og gjørdi tað til 21-22 við smassji frá Jóhan Arna Elisson Wang, men næsta servan frá Mjølni fór í netið. Dystarbóltinum tók leikandi venjarin hjá Fleyr, Phil Freere, sær av sjálvur og avgjørdi dystin við serviessi oman í vinstra horn.

Hálvfinalurnar verða spælda í Badmintonhøllini í Klaksvík 18. februar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. Jan 2023

58 Leygardagur 21. Jan 2023

TB er í hálvfinaluni í steypakappingini

Flogbóltur: Fyri fyrstu ferð í fleiri ár verður TB at síggja á stóra hálvfinaludegnum í Klakvík, eftir at TB tryggjaði sær sætið við 3-1 sigri á KÍF í Kollafirði

 
SkrivaÐ:

Innsent

Steypakappingin, kvinnur - bólkur 1
KÍF – TB 1-3 (25-20, 20-25, 10-25, 17-25)

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár verður TB at síggja á stóra hálvfinaludegnum í Klakvík, eftir at TB sunnudagin tryggjaði sær sætið við 3-1 sigri á KÍF í Kollafirði, har fitt av fólki var komið at hyggja – mest kollfirðingar.

Teir sóu eisini heimaliðið leggja seg á odda við at vinna fyrsta settið 25-20. KÍF vann seg beinan vegin eini fýra stig framum, og tann munurin helt sær alt settið.

KÍF kundi við sigri eisini tryggja sær sess í hálvfinaluni, og vónirnar gjørdust ikki minni bjartar, tá KÍF legði seg á odda 4-0 í øðrum setti. Men tann gleðin skuldi vísa seg at gerast stokkut, tí í einum háli gjørdist støðan 9-4 til TB eftir frálíkar servur frá Johannu Bjørt Christiansdóttir. TB helt seg trygt frammfyri restina av settinum og gjørdi tað til 25-20 við einum serviessi.

Í triðja setti gekk javnt á til 6-6, men so gjørdi TB eitt skarvslop og legði seg á odda 12-7 eftir fimm servur frá Sólvá Dimon, og síðani 20-8 við sjey servum frá Rannvá Berg á Roykheyggi, áðrenn settið var vunnið 25-10.

Fjórða sett gjørdist heldur aldrin spennandi, og brátt var støðan 12-3 til TB, sum at enda vann 25-17 við síðsta bóltinum, sum argentinska Ariana Pereyra Gonzalez langaði í gólvið, sum hon hevði gjørt so mangan í dystinum.

Í dag spæla Fleyr og TB um hvør av teimum skal enda ovast í bólki 1, og tí sleppa at spæla hálvfinalu ímóti nr. 2 í bólki 2.

Stóri hálvfinaludagurin í Klaksvík verður leygardagin 18. februar.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. Jan 2023

59 Leygardagur 21. Jan 2023

Sørvágskvinnur í hálvfinaluni – Ternan heldur ondini

Flogbóltur: Nú skal Mjølnir tryggja sær minst eitt sess í síðsta dystinum móti SÍ fyri at koma í hálvfinaluna

SkrivaÐ:

Innsent

Steypakappingin, kvinnur – bólkur 2:
Ternan – SÍ 0-3 (12-25, 23-25, 16-25)

SÍ tryggjaði sær mikukvøldið sæti í hálvfinaluni í steypakappingini við 3-0 sigri á Ternuni, sum hóast tapið framvegis hevur góðan møguleika at koma í hálvfinaluna, men hjálp krevst nú frá SÍ.

Tað var fyri tað mesta stórur munur á liðunum, men í øðrum setti var Ternan leingi frammanfyri, og tá best sá út, var støðan 16-11. Men tað helt kortini ikki á mál, og SÍ vann settið 25-23.

Hevði Ternan vunnið hetta settið, so hevði tað vaksið munandi um møguleikan at vinna sær pláss í hálvfinaluni, tí so hevði Mjølnir skulað vunnið tvey sett ímóti SÍ í seinasta dystinum í bólki 2, sum verður í Sørvági sunnudagin.  

Men nú er støðan tann, at vinnur Mjølnir bara eitt sett ímóti SÍ – stig er ikki neyðugt at vinna – so er tað Mjølnir, sum tekur plássið í hálvfinaluni. Vinnur Mjølnir einki sett, so er tað Ternan sum skal til Klaksvíkar at spæla hálvfinalu.

Úr bólki 1 eru TB og Fleyr komin í hálvfinaluna. Hvør av teimum, sum vinnur bólkin, verður avgjørt í dag, tá tvørakvinnur vitja í Havn.

Hálvfinalurnar verða í Badmintonhøllini í Klaksvík 18. februar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2023

60 Leygardagur 21. Jan 2023

Raska og MBM nýggjur høvuðsstuðul hjá frælsari ítrótt

Talan er um ein trý-ára sáttmála. Meginfelag Búnaðarmanna var eisini høvuðsstuðul fyrstu árini hjá Frælsur Ítróttur Føroya

Vetrarkappingarnar fara at kallast Raska Vetrarkapping, og stórkappingarnar á breyt fara at kallast Raska Stórkapping. Rigmor N. Arge, forkvinna í FíF og Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin skrivaðu FíF sáttmála við Røsku og Meginfelag Búnaðarmanna (MBM) sum inniber, at Frælsur Ítróttur Føroyar hevur fingið nýggjan  høvuðsstuðul fyri næstu trý árini.

- Sum sersamband hava vit seinastu árini arbeitt støðugt við at menna frælsa ítrottina í Føroyum. Vit hava skipað samlingar her heima og hava luttikið í stórum kappingum uttanlands, við sera góðum úrslitum, og er tað er hugaligt hjá okkum at síggja, at stóra arbeiðið sum verður lagt fyri dagin í FÍF gevur meining.

Flestu praktisku uppgávurnar her heima, so sum at skipa kappingar á breyt, eru treytaðar av sjálvbodnum arbeiði. Stuðlarnir geva okkum so eitt fíggjarligt grundarlag, har vit víðari kunna skapa karmarnar fyri okkara íðkarar, at mennast á tí støði, tey hvør í sær eru á.

Sjónligastu broytingarnar fyri okkum her og nú verða, at vetrarkappingarnar nú fara at kallast Raska Vetrarkapping og stórkappingarnar á breyt fara at kallast Raska Stórkapping.

Í FíF eru vit ovurfegin fyri okkara nýggju stuðulsavtalu, sum vit vænta, fer at hava góðar og positivar avleiðingar fyri báðar partar, og vit gleða okkum til samarbeiðið.

Tíðindaskriv frá Frælsur Ítróttur Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. Jan 2023

61 Leygardagur 21. Jan 2023

Rann eitt maraton um dagin í 150 dagar

Erchana Murray-Bartlett rann túrin fyri at savna pening inn til hótt djórasløg í Avstralia

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

32 ára gamla avstralska kvinnan, Erchana Murray-Bartlett, setti í vikuni sett met sum tann kvinnan, ið hevur megnað at renna flest maraton út í eitt.

Hon rann eitt maraton um daginí 150 dagar. Tá hon kom á mál í Melbourne hevði hon ikki bara sett nýtt heimsmet, hon hevði eisini savnað inn 100.000 avstralskar dollarar, svarandi til umleið til hálva millión krónur, til ein felagsskap, sum arbeiðir fyri at verja hótt djórasløg.

Murray-Bartlett hevur leingi runnið professionelt, men tá tað ikki eydnaðist henni at kvalifisera seg til OL í Tokyo, setti hon sær eitt annað mál. Hon vildi renna tvørtur um Avstralia og gera tað við at renna eitt maraton, 42,195 kilometrar, um dagin.

Hon rann teinin upp á 150 dagar, og sló harvið í ríkiligt mát metið hjá bretanum Kate Jayden, sum í fjør rann eitt maraton um dagin í 106 dagar.

Teinurin, hon rann var á 6.300 kilometrar. Hon brúkti tíggju pør av skóm á túrinum, umframt at fara eitt nummar upp í skóm, orsaka av hovnum fótum. 

Í 2012 rann danska Anette Fredskov eitt maraton hvønn dag í 365 dagar. Men hetta bragdið varð tó aldrið skrásett sum alment met.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. Jan 2023

62 Leygardagur 21. Jan 2023

Karl er lekkrast í donskum reality

Sandavágsingurin fekk stóran heiður tá Reality Awards var mikukvøldið

Karl Weihe kundi ikki bara sær at lata seg úr vestinum (Skíggjamynd: Ekstrabladet.dk)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Til tónarnar hjá Nik og Jay við lagnum “Lækker” trein Karl Weihe úr Sandavági mikukvøldið upp á pallin í Cirkusbygninginum í Keypmannahavn.

Hann fekk á Reality Awards heiðurin sum lekkrasti maðurin í danska realityheiminum.

- Eg má nokk takka mammu míni og pápa mínum fyri góðu genini. Tí tað er gott at vera lekkur. Eg elski at vera lekkur, segði sandavágsingurin millum annað í takkarrøðuni.

Karl Weihe er ein av høvuðspersónunum í sendirøðini "Ex on the Beach 8", sum varð upptikið í heyst, og hevur verið víst á Discovery+ seinastu vikurnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. Jan 2023

63 Leygardagur 21. Jan 2023

Minningarorð um mammubeiggja mín Adolf Ryggshamar í Vági

Adolf Ryggshamar andaðist mikumorgunin, 88 ára gamal

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Levi Mørk

Ónsmorgunin 18. januar andaðist mammubeiggi mín Adolf Ryggshamar 88 ára gamal. 

Ikki vardi tað okkum, at tú skuldi fara so knappligani tí hóast høgan aldur, vart tú væl fyri og var sum ein ungur maður at vera saman við. Tú vart eisini væl fyri kroppsliga, hóast gangilagið kundi bila nakað.

Eg skuldi hjálpa tær við einari trímans sofu, fyri trimum árum síðani, sum skuldi koyrast vekk úr stovuni hja tykkum, eg var nakað seinur, men tá eg kom niðan var sofan vekk. 

Eg segði Adolf, hvar er sofan og Adolf svaraði ”eg havi blaka hana út í garðin frá altaninum” . Jú rætt var og stóra sofan, lá niðri í túninum hjá Adolfi, so væl fyri var hann fyri, heilt til hann andaðist.

Tað følist sum um, at ein ungur maður er farin í annan heim. Tí hann var so væl fyri og ungdómligur. 

Okur báðir høvdu manga góðu løtuna, har tú fortaldi mær søgur um títt langa liv, sum var av góðum og eisini av ringum. Men mest av tí góða.

Tíbetur havi eg tikið nógvar søgur uppá video, sum eru gullverdar at eiga.

Adolf hevði eitt framúr gott minni og dugdi sum fáur at siga frá, ein var líkasum tikið við inn í søgurnar hjá Adolfi, tá hann segði frá teimun.

Næstan hvønn dag, var Adolf her hjá systrini til kaffi kl 11.30, tá var hann ofta komin beina kós frá góða vini sínum Jonhardi.

Adolf elskaði alt her í Vági sum eingin annar, og var hann vágbingur við stóra V. Adolf var eisini ein sonn býarmynd. 

Adolf var altíð at síggja í býarmyndini á sínari súkklu. Har hann fór út gjøgnum vágsbygd at fregnast, møguliga fyri at vita, um okkurt nýtt hendi í bygdini. Adolf  setti eisini orð á, at her var stórur framburður gjørdur í Vági seinastu árini og tað var hann sera errin av og frøddist stórliga um tað.

Adolf var sera stóltur av sínari nærmastu familju, børnum, abbabørnum og langabbabørnum. Hann var sera góður við tey og tey við teg. 

Tað verður stórur saknur fyri tey og Salomu, nú Adolf er farin, til eitt betri stað. Harrin styrkir tykkum í hesari sváru tíð.

Adolf var annars uppvaksin og hevur verið búsitandi í Vági alt lívið og vágsbygd hevur altíð staðið hansara hjartað nær.

Adolf var næstelstur av einum barnaflokki uppá fimm systkin. Hann er sonur Jens og Alvildu Ryggshamar í Vági.

Adolf var giftur við Salomu, fødd Thomsen, ið er ættað av Kollafirði. Tey fingu trý børn, Leivur, Margretha og Solveig.

Leivur og Solveig búgva í Danmark, meðan Margretha slítur sínar skógvar í ættbygdini frá móðurs síðu í Kollafirði.

Adolf hevur fyri tað mesta av sínu lívi verið sjóðmaður, og fór fyrsta túrin til skips við ferðamannaskipinum ”Dronning Alexandrine” í 1949, bert 15 ára gamal. 

Hann gekk somu leið sum Jens abbin, nevniliga innan kokkayrkið. Hann var tvey ár við ”Dronning Alexandrine” og bæði árini var hann hjálparkokkur. 

Hetta var sjálvsagt ein stór avbjóðing í hansara unga lívið, men Adolf helt áfram við at vera sjómaður. Hann fór m.a. við Garðasluppunin ”Havgásini" til Grønlands í 1952 har Mortan Jacobsen á Báraldarbakka úr Vági, sum skipara.

Adolf hevur eisini verið við norska línuskipinum ”Vartal" saman við pápa mínum og øðrun kendum vágbingum. Vartal brendi tíverri fyrst í 1970'unum, men hvørki Adolf ella pápi vóru við tann ólukkutúrin, har fleiri av manningini doyðu.

Adolf var eisini við ”Norðheim" og "Mette Polaris". Seinni var hann við ”Sjófarinum", sum Jógvan bróður hansara átti. Her var hann eisini saman við elsta bróðrinum Vilmund, sum eitt skifti førdi ”Sjófarið”.

Fyri at nevna nøkur onnur skip, sum Adolf hevur verið við, kann nevnast ”Vágbingur" og "Jógvan á Gørðunum". Adolf hevur eisini verið til útróður í Grøndlandi og róð út við familju útróðrarbátinum ”Bresta" m.a. saman við pápa sínum í mong ár.

Adolf legðist uppá land og har gekk Adolf aðrar leiðir, m.a við at leiga gamla Klubban í Vági frá Pola og Petur Nolsø.

Her hevði hann matstovu og bakarí. Har m.a. vinmaður og skyldmaður hansara Jonhard Vest Joensen var honum til hjálpar, serliga í bakarínum.

Matstovan var millum fólk flest kallað "Hjá Adolfi". Har var m.a.fyrsta ”jukeboksin" í Suðuroy. Sum seinni varð seld til biografin hjá Jørgen M. Olsen í Vági. Resturatiónin hjá Adolfi, var eisini væl vitjað.

Adolf keypti sær jørð í Vági í 50-unum. Har hevur hann saman við sínum seyðafylgi havt góðar løtur. Eg minnist sjálvur sum smádrongur hvussu gott og hugnaligt tað var, at vera yviri á bønum hjá Adolf og Salomu, tá ið hoyggingin var fyri. Sjálvt um eg var meira til ónáðir enn til gagn, skeldaði Adolf meg ikki út.

Adolf var ítróttarmaður um ein háls og í frítíðini, spældi hann fótbólt við VB í mong ár og hann róði eisini kapp. Honum dámdi stak væl, at hyggja eftir VB kvinnum í hondbólti. Hann var sera trúðfastur VB ari, bæði sum spælari og seinni sum áskoðari, har hann var næstan til hvønn dystin í øllum deildum, bæði innan fótbólt og hondbólt. Alt var VB hjá honum, líkamiki um VB tapti ella vann, so vóru teir/tey best.

Adolf var á besta líðnum hjá VB í 50-unum,  saman við fleiri  vinmonnunum sínum m.a Henry Hansen (Henry hjá Algatu) og Eyðun Johanssen vm.

Besta úrslitið hjá Adolfi (og teimum) - sum eg eri kunnaður um - má uttan iva vera tá hann var við, at vinna 3 steyp á einari jóansøku á Tvøroyri. 

Hetta hendi miðskeiðis í 50-unum. Fyrst vann hann við Tofta Regin í kappróðri og seinni sama dag, vann hann tvey steyp, ávikavist á VB-liðnum og á einum felags suðuroyarliði. Seinni um kvøldið gekk leiðin burt at fiska við trolaranum Høvdaberg.

Adolf bleiv eisini heiðraður av vágbingum, tá hann skeyt fyrsta málið í Marghøllini í Vági, hetta tá Marghøllini, var tikin alment í nýslu. Eisini var hann heiðraður við VB nál, um sama mundi. Hetta var hann sera stoltur og takksamur fyri.

Tað verður stórur saknur fyri okkum øll, nú tú ert farin. Eitt stórt tómrúm verður eftir teg góði mammubeiggin, tú hevur ” fylt ”nógv og hevur verði eitt livandi og aktivt menniskja fyri okkum øll. 

Tað verður stórur saknur í tær elskaði mammubeiggin.

Hvíl í friði

Levi

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. Jan 2023