Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 28. Jan 2023 | Nr. 4 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Hava sett gongd á whiskyframleiðslu í Vestmanna

SíÐa 6

1 Leygardagur 28. Jan 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Ikki pláss til bilarnar

Tórshavnar kommuna hevur enn einaferð ásannað, at ov fáir parkeringsbásar eru í miðbýnum.

Fyri at bøta um tað, eru klók høvd komið við loysnini at avmarka møguleikarnar fyri at parkera á einasta langtíðarparkeringsplássinum nærhendis miðbýnum, soleiðis, at tíggju prosent av parkeringsplássunum á Skálatrøð nú tíðaravmarkast til tveir tímar. Harvið eru tað yvir 20 bileigarar afturat, sum ikki skulu rokna við at fáa sett bilin frá sær, um tey fara til arbeiðis nærhendis miðbýnum í Havn.

Fyri onnur kann tað tykjast sum marglætistrupulleiki, at ein ikki kann sleppa av við bilin í longur enn tveir tímar í Havn. Men fyri nógv fólk og nógv arbeiðspláss er hetta ein stórur trupulleiki. Sum ikki batnar, tvørturímóti.

Kommunan vil ganga handilsvinnuni á møti, og geva borgarum og brúkarum møguleika at seta bilin frá sær tá ørindi skulu gerast í miðbýnum.

Og fyri at nøkta hendan tørvun, hevur kommunan ikki sæð aðrar møguleikar enn at taka parkeringsplássini frá teimum, sum hava miðbýin sum arbeiðspláss.

Ongin roynd er í langa tíð gjørd fyri at veita fleiri møguleikar at parkera í høvuðsstaðnum.

Seinast kommunan gjørdi eina ærliga – og skilagóða – roynd var, tá eitt p-pláss við nøkrum og seksti básum varð gjørt í Mortansstovubrekkuni fyri nógvum árum síðani. Ein snotilig loysn var tað.

Síðan er onki gjørt. Tað hevur verið tosa um tað, men onki er gjørt.

Í seinastuni hevur nógv tos verið um eitt parkeringshús oman á Havnará við Bøkjarabrekku – eitt tilboð til kommununa um nøkur p-pláss afturfyri frávik í byggisamtyktini. Men óansæð hvussu høgt tað húsið verður, so loysir tað ikki akutta parkeringstrupulleikan í miðbýnum.

Aðrir møguleikar um parkeringshús hava verið nevndir, men onki er komið burturúr. Heldur ikki burtur úr hugskotunum um at bora seg úr loysnini við at fara undir býin við bilunum.

Tosað hevur eisini verið um at leggja dekk oman á bæði Skálatrøð og økið við farstøðina á eystaru vág. Men tað gjørdist ikki til annað enn tos.

Einasta veruliga roynd at bøta um trupulleikan, er ætlanin um at flyta alla umsitingina hjá kommununi yvir í sokallaða sjóvinnuhúsið á vestaru bryggju. Hetta vildi hjálpt – og loysir tá eisini akuttu avbjóðingarnar, sum fólkini í kommunalu umsitingini sjálvi hava við at seta bilin frá sær, meðan tey eru til arbeiðis.

Seinasta klípið av “góðum intensjónum” sóu vit í nýggjastu ætlanini í longu røðini, sum eru gjørdar fyri miðbýin í Havn. Hendan kallast “urtagarðsbýurin” og varð løgd fram í vikuni.

Tíbetur hava fólkini, sum orðað hava ætlanina, fatað trupulleikan. Har stendur: “Tað er ongin loyna, at serliga parkeringsviðurskiftini í miðbýnum hava í mong ár verið ein avgerðandi forðan fyri menning og eini víðkan av tænastum í býnum – tí hevur tað alstóran týdning, at arbeitt verður við eini framskygdari ferðslu- og parkeringsloysn fyri miðbýarøki; hetta er ein avgerðandi hornasteinur undir eini framtíðarmenning av okkara høvuðsstaði.”

Nøkur uppskot eru um at loysa p-avbjóðingina, til dømis eitt gamalt um at grava ein parkeringskjallara undir “kommunuskúlagarðinum” á Vaglinum við atgongd úr Tórsgøtu. Avgjørt ein møguleiki.

Sum skilst er endamálið við “urtagarðsbýnum” at geva fleiri fólkum møguleika at búseta seg í miðbýnum fyri á tann hátt fáa lív í eisini eftir arbeiðstíð. Men tað krevur eisini pláss til bilarnar, og gevur sostatt enn størri avbjóðingar við at loysa brátørvin á fleiri parkeringsøkjum í býnum.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3495

    Lisnar síður: 9671

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 28. Jan 2023

- Góð rávøra luktar ikki

Varðin Pelagic legði týskvøldið fram sínar ætlanir til víðkan av virkseminum á havnalagnum á Tvøroyri. Um 500 fólk vóru til staðar á borgarafundinum í Salti

Ólavur Bjarkhamar, rakstrarstjóri á Varðanum Pelagic (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast tað einans vóru røddir, sum talaðu ímóti ætlani ella vóru kritisk mótvegis ætlanini, so fekk ein varhugan av, at tað kortini vóru tey flestu av teimum umleið 500 fólkunum, sum vóru í Salti í kvøld, sum stuðla ætlanini.

Tað var Tvøroyrar kommuna, sum bjóðaði inn til óvanliga væl vitjaða borgarafundin, har umboð fyri Varðan Pelagic.

Varðin Pelagic hevði fyrireikað seg væl. Fingið arkitektafyritøku til at tekna innbjóðandi tekningar – visualiseringar – av hvussu víðkaða virkið kemur at taka seg út í landslagnum. Harumframt vóru serfrøðingar kallaðir heim fyri at sannføra áhoyrararnar um, at lukttrupulleikar ikki er nakað, sum tey skulu stúra fyri.

Fáa meira burtur úr svartkjaftinum

Og kanska eydnaðist tað eisini fyritøkuni at sannføra nógv um, at útbyggingin kanska ikki er so ógvuslig, sum óttast var fyri frammanundan.

Fyri fyrstu ferð fingu tvøráfólk og onnur høvi at síggja og hoyra júst hvat útbyggingarætlanirnar hjá Varðanum Pelagic snúgva seg um.

Tað snýr seg um at víðka um virksemið á verksmiðjuni, so at tað eisini ber til at framleiða lýsi og protein. Her er talan um at fáa meira burtur úr – serliga – svartkjaftinum, sum ikki verður fult gagnnýttur í løtuni til stórt sæð annað enn alifóður.

Varðin Pelagic hevði eina surimifabrik standandi á goymslu, tá eldur kom í virkisbygningin í juni 2017. Men surimiútgerðin brendi ikki, tí hon varð goymt í øðrum bygningi.

[object Object](Tilgjørd mynd: Varðin Pelagic)

Tað mesta passar í verandi bygning

Eftir at nýggi bygningurin varð liðugur, er surimiframleiðslan ongantíð komin í gongd, hóast pláss er sett av til tess í verandi bygningi.

Ein avbjóðing er, at tá svartkjaftur verður framleiddur til surimi, er tað bert 30 prosent av ráðvøruni, sum verða brúka. Fráskurðurin er heili 70 prosent av rávøruni, sum skal aðrastaðni at viðgerast, og her er tað, at umrødda protein- og lýsiframleiðslan kemur væl við til tess at gagnnýta rávøruna fult út.

Tað er eisini pláss til hesa framleiðslu í verandi bygningi. Tó krevst ein lítil leinging av verandi bygningi við nøkrum fáum metrum, sum liggja innan fyri núverandi útfylling og harvið núverandi byggisamtykt.

Men so verður neyðugt at sleppa av við hesa framleiðsluna, og tí er neyðugt við einum goymslubygningi, sum ætlanin er at staðseta á einari umleið 140 metra langari útfylling eystureftir – út eftir fjørðinum.

Talan verður um ein munandi lægri bygning á 40 ferðir 60 metrar, sum kemur at standa fyri seg. Harafturat verður neyðugt at seta upp fýra goymslutangar – silo’ir – 20 metrar høgar, ið venda út móti sjónum, og so ein 60 metrar høgan skorstein at sleppa av við reinsaðu inniluftina.

[object Object]

- Góðvøra luktar ikki

Hesin skorsteinur kemur ætlandi at liggja innanfyri nýggja bygningin ímillum núverandi neystið hjá Froðbiar sóknar Róðrarfelag og nøkur neyst hjá kommununi, sum róðrarfelagið eisini brúkar. Har umrøddu neystini eru, skal vera ein Sev-støð, og har í FSR-neystinum skal gerast ein orkumiðstøð – møguleikin fyri at gagnnýta sjóhita verður kannaður, kom fram á fundinum.

Tað var Ólavur Bjarkhamar, sum legði fram ætlanirnar, og hann legði dent á, at Varðin ger sær ómak við at hugsa um umhvørvið í síni bygging og kundi tí eisini geva vissu fyri, at virksemi ikki fór at órógva við larmi, dusti ella lukti.

- Minnist til, at hetta verður ikki eitt fóðurvirki. Varðin Pelagic er eitt matvøruvirki,, har reinføri og góðska eru í hásæti, segði hann og legði afturat.

- Góð rávøra gevur ikki ringan lukt.

Fleiri myndir frá borgarafundinum her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2023

3
Leygardagur 28. Jan 2023

- Ja til útbygging – nei til staðseting

Tað vóru fleiri harmar, óttafullar, og kenslubornar røddir frammi móti ætlanini hjá Varðanum Pelagic á borgarafundinum

Signar Dam: - Hví ikki fara yvir um fjørð við virkinum? (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Felags fyri so at siga allar tær kritisku røddirnar á borgarafundinum í Salti var, at tær so at siga ikki høvdu nakað ímóti Varðanum Pelagic og tí virkseminum, sum fer fram á verksmiðjuni har. Tað tyktist, sum tað meira var ein djúp ónøgd yvir, at kommunan frá fyrstan tíð hevur givið felagnum loyvi at leggja eitt so stórt ídnaðarvirki í miðbýnum á Tvøroyri.

Við gongdini, sum uppsjóvarvinnan hevur havt seinastu tíggju árini, er tørvurin bara vaksin, og hesi fólk óttast helst fyri, at ongin endi verður á tøvrinum hjá virkinum at byggja út og inndraga størri partar av dýrdarvirðunum á Tvøroyri undir betong til tess at nøkta tørvin.

Hesi fólk fingu høvu at siga sína hugsan á borgarafundinum týskvøldið.

[object Object]
Rósa Heinesen (Mynd: Sverri Egholm)

Fiskivinnan minni týdning enn tænastuvinnan

Eitt nú borgaraátakið “Livilig kor á Tvøroyri”, sum hevur hevur givið kritisku røddunum pláss á einum kjakbólki á Facebook síðan tað frættist um nýggju ætlanirnar hjá Varðanum Pelagic.

Umboð fyri hendan bólk vóru Rósa Heinesen, Tróndur Enni og Lív Næs.

Rósa Heinesen tók støði í hagtølum fyri at vísa á, at fiskivinnan als ikki hevur so stóran týdning fyri kommuna og heldur ikki bruttotjóðarúrtøkuna, sum nógv halda. Hon vísti á, at tænastuvinnurnar eiga tvífalt so stóran part av BTÚ, sum fiskivinnan hevur, og sama er galdandi tá tað kemur til lønarútgjaldingarnar.

Heldur ikki kommunan hevur teir stóru fyrimunirnar av fiskivinnuni við tað at einans góð tvey prosent av skattainntøkuni hjá Tvøroyrar kommunu koma frá partafelagsskatti.

Rósa Heinesen mælti kommununi til at hyggja at øðrum møguleikum heldur enn at stara seg blindan á ein vinnuveg, tí tað er altíð betur at hava fleiri bein at standa á.

Hon greiddi frá, at av teimum 120 fólkunum, sum í løtuni hava starv á Varðanum, er tað bert ein partur, sum er borgari á Tvøroyri og rindar skatt til Tvøroyrar kommunu. Eisini er partur av starvshópinum útlendingar, sum kanska eru komnir umvegis ‘fast track’-skipanina.

Og at fáa 20 arbeiðspláss afturat, helt hon ikki vera so fantastiskt í mun til prísin, sum borgarar á Tvøroyri skulu lata afturfyri.

[object Object]
Tróndur Enni (Mynd: Sverri Egholm)

Tungídnaður í miðbýnum

Tróndur Enni harmaðist um, at man leggur størsta pelagiska virki í Evropa í miðdeplinum av hansara heimbýi. Hann vísti á, at alla aðra staðni verður farið út um miðbýarkjarnuna við slíkum tungum virksemi, og tí er tað óskiljandi, at hetta hevur fingið loyvi at menna seg á Tvøroyri, heldur enn – sum gjørt verður í øllum øðrum havna- og sjóvinnubýum rundan um okkum – at varðveita umhvørvini við gomlu søguligu bygningunum.

Eins og Bergen og aðrir býir, eru søguligir handils- og pakkhúsbygningar við stórum søguligum virði á Tvøroyri. Men hesir verða fjaldir aftan fyri ídnaðarvirki.

[object Object]
Lív Næs (Mynd: Sverri Egholm)

Lív Næs brúkt heimbygd sína, Fuglafjørð, sum ræðudømi um eitt virksemi, sum hevur fingið loyvi til at vaksa seg ov stórt, tí kommunan ikki hevur verið før fyri at seta mørk og siga nei til fleiri útbyggingar.

Tað er eyðsæð, at hevði Havsbrún verið bygt í dag, so hevði tað sjálvandi ikki verið staðsett so nær eini býarkjarnu, segði hon.

Ninna Enni hevði eisini orðið, og harmaðist almikið um, at tann einaferð so glæsiliga fiskivinnubygdin nú er oyðiløgd.

[object Object]
Anna Mortensen (Mynd: Sverri Egholm)

Ikki burðardygt tá menniskjan og náttúran ikki verða tikin við

Tann mest kenslusama framløgan kom frá Onnu Mortensen, ið er kvinnan, ið eigur og rekur Café Mormor í einum eldri húsum, ikki so langt uttan fyri núverandi virkisbygning.

Hon óttast fyri, at grundarlagið fyri virkseminum dettur niðurfyri við útbyggingini, sum Varðin Pelagic hevur ætlanir um.

Anna Mortensen fýltist á, at útbyggingarætlanirnar hjá Varðanum ikki taka atlit til náttúruna og menniskjuni, sum liva í økinum. Eitt virki verður ikki burðardygt, um náttúran og menniskjan ikki verður tikin við, segði hon og heitti á býráðið um at hugsa seg væl um áðrenn loyvi verður givið til útbyggingina – serliga fyri okkara eftirkomarar.

Samrøða við Onnu Mortensen sæst her

Staðsetingin køvir býin

Eisini Signar Dam var hvassur í sínum viðmerkingum til ætlaðu útbyggingina. Signar Dam segði seg fegnast um virksemið, sum er komið við Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Men hann skilir ikki staðsetingina og ætlaðu útbyggingina, sum ‘køvir tað gamla Tvøroyri’.

Hann helt, at møguleikin eigur at kannast um virksemið ikki kann flytast yvir um fjørð, og rávøran til ætlaða lýsi- og proteinvirkið kann førast gjøgnum eina førskipan eftir botni.

- Eg sigi ja til útbygging, men eg sigi nei til staðsetingina, segði pensjóneraði kommunulæknin á Tvøroyri.

Eftir framløgurnar høvdu borgararnir møguleika at spyrja eitt breitt panel av serkønum og kommunalpolitikkarum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2023

4
Leygardagur 28. Jan 2023

Soleiðis fer nýggja virkið á Tvøroyri at síggja út

Almenningurin fekk fyri fyrstu ferð høvi at síggja ætlaðu útbyggingina hjá Varðanum Pelagic á borgarafundinum týskvøldið

(Mynd: Varðin Pelagic)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

140 metrar av bryggju skulu gerast afturat, ein goymslubygningur skal byggjast, ein skorsteinur á 60 metrar verður settur upp umframt tríggjar goymslusiloir á 20 metrar.

Hetta kom fram á borgarafundinum í Salt týskvøldið.

[object Object]Soleiðis fer virkið at síggja út frá sjósíðuni

[object Object]Útsýnið frá Café Mormor

[object Object]
Útsýnið frá sjúkrahúsinum




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2023

5

Størv

Lærlingur til KT Landsins á Gjaldstovuni

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Lærarar til Miðnám í Suðuroy

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Sjúkrarøktarfrøðingur til Fyribyrgjandi Heimavitjanir

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Arbeiðsfólk til kassavirkið á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. november 2024

Arbeiðsleiðari til tunnilsarbeiði

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Starvsfólk til marknaðar- og samskiftisdeildina hjá Fótbóltssambandi Føroya

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Skipanarumsitari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024
6 Leygardagur 28. Jan 2023

Hava sett gongd á whiskyframleiðslu í Vestmanna

Eisini er barr latin upp í distillarínum

(Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinnapartin í gjár var móttøka inni á Fjørð í Vestmanna í sambandi við at Faer Isles Distillery setti whiskyframleiðsluna í gongd.

Faer Isles Distillery hevur farna árið framleitt akvavitt, ginn og vodka. Ímeðan hava teir arbeitt við at seta up nýggja whisky framleiðsluútgerð, herundir tveir koparketlar á ávikavist 5.000 og 3.600 litrar.

Nú var løtan komin til at seta gongd á whiskyframleiðsluna. Samstundis er ein barr og móttøka latin upp á distillarínum.

Les eisini: Whisky úr Føroyum - helst við serligum ráka

Ólavur Frederiksen tók myndirnar

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2023

7 Leygardagur 28. Jan 2023

Keyptu Power fyri at koma nærri brúkaranum

Í mars 1995 byrjaði Elding sítt virksemi í SMS, tá Majbritt E. Winther og Mads Andreas Winther stovnaðu handilin. Nú er Elding aftur at síggja í SMS

Mads Andreas Winther stovnaði saman við konuni Majbritt E. Winther Elding í 1995 (Mynd: Elding)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Lang bíðirøð var í SMS fyrrapartin tá Elding læt nýggjan handil upp, har sum Power hevur verið frammanundan.

[object Object]Lang røð av fólki sum ynsktu at gera sær dælt av góðu upplatingartilboðunum (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Men hetta er ikki fyrstu ferð, at Elding er í SMS, tí í grundini byrjaðu Majbritt E. Winther og Mads Andreas Winther í mars 1995 við Elding í nettupp SMS. 

- Tað var uppi á loftinum, har sum Power var. Ja, um vit skulu vera heilt neyv, so er tað faktisk har, sum dustsúgvararnir hjá Power stóðu, sigur Levi Winther, virkisstjóri hjá Elding-handlunum, í grein á sms.fo.

Tað gjørdust í fyrstu atløgu bara tíggju ár í SMS. Elding fór út í 2005, og flutti inn í Miðlon. Nú nærum tvey áratíggju seinni er Elding aftur at síggja í SMS.

Góða plaseringin í SMS er fremsta orsøkin til keypið.

- Vit keyptu Power fyri at koma nærri brúkaranum. Tað er ein prestiga at vera í SMS, tí hetta er mest vitjaða staðið í landinum og ein stórur kundaskari. Tí er tað bæði spennandi og mennandi at vera aftur, sigur Levi Winther.

[object Object]Herman Winther og Levi Winther, virkisstjórar í Elding, og Høgni Zachariasen, fyrrverandi stjóri í Power

Tað var 29. august at sølan var fráboðað alment, og at Elding yvirtók Power í SMS. Kappingarráðið góðtók yvirtøkuna, millum annað tí, at uttan mun til um yvirtøkan varð noktað ella góðkend, hevði virksemið hjá Power Føroyar steðgað 1. januar 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2023

8 Leygardagur 28. Jan 2023

Lív trýstir á bremsurnar

Stór íbúðarverkætlan í miðbýnum hevur fingið eitt skot fyri bógvin. Tryggingarfelagið Lív vil ikki longur vera við

(Mynd: Dimma.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stóra íbúðaverkætlanin í miðbýnum í Havn, har ætlanin var at byggja 35 íbúðir umframt handilshøli og parkeringskjallara, har sum bakaríið hjá Frants Restorff og har sum gamli sjúkrakassin helt til, hevur fingið eitt skot fyri bógvin.

Ætlanin var at HVT, sum er gamla Húsavarðartænastan, skuldi byggja , og tryggingarfelagið Lív skuldi keypa íbúððirnar.

Jan Jacobsen, stjóri í Lív, váttar fyri Frihedsbrevet.fo, at tey taka ein steðg, og sigur, at tað er støðan á fíggjarmarknaðinum seinasta hálva árið, sum er orsøkin til teirra broyttu støðu.

HVT arbeiðir tí við aðrari loysn, har íbúðirnar verða seldar til onkran annan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2023

9 Leygardagur 28. Jan 2023

3.000 fólk aftrat í føroysku arbeiðsfjøldina seinastu fimm árini

Hetta tíðarskeiðið er vinnutíttleikin hjá monnum øktur úr 84,4 prosentum upp í 86,7 prosent, og úr 81,9 upp í 83 prosent hjá kvinnum

(Mynd: Shutterstock)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Av teimum knapt 38.700 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru sløk 32.900 í arbeiðsfjøldini, og gott 5.800 eru uttan fyri vinnu.

Vinnutíttleikin, ið er arbeiðsfjøldin í prosent av fólkatalinum, er 84,9 prosent fyri bæði kyn, skrivar Hagstovan.

Føroyska arbeiðsfjøldin er vaksin við áleið 3.000 fólkum seinastu fimm árini, ið svarar til ein vøkstur upp á 10 prosent. Vøksturin í fólkatalinum í sama aldursbólki hetta tíðarskeiðið var 2.800 fólk – átta prosent.

Hetta tíðarskeiðið er vinnutíttleikin hjá monnum øktur úr 84,4 prosent upp í 86,7 prosent, og úr 81,9 prosent upp í 83 prosent hjá kvinnum.

Vinnutíttleikin er nakað tann sami í ymisku pørtunum av meginøkinum, sum er Norðoya, Eysturoyar, Streymoyar og Vága øki, meðan hann er nakað væl lægri í suðurøkinum, sum er Sandoyarøkið og Suðuroy. Størsti vinnutíttleikin er í Suðurstreymoyar og Eysturoyar øki – knapt 87 prosent. Vinnutíttleikin er eitt vet minni í Norðoya, Norðstreymoyar og Vága øki – umleið 84 prosent. Síðan er eitt glopp aftur til Sandoyar og Suðuroyarøki – umleið 78 prosent.

Størsti lutfalsligi vøksturin síðstu fimm árini er í Eysturoyar, Vága og Suðurstreymoyar øki, meðan vinnutíttleikin í Sandoyar øki og Suðuroy er minkaður.

Verður hugt eftir muninum millum kynini, er vinnutíttleikin nærum javnstórur í Vága, Norðstreymoyar og Sandoyarøkinum, meðan vinnutíttleikin er nakað væl størri hjá mannfólkum enn konufólkum serliga í Norðoya, Eysturoyar og Suðuroyarøkinum, skrivar Hagstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2023

10 Leygardagur 28. Jan 2023

Methøgir sethúsaprísir í 2022

Prísirnir á sethúsum og íbúðum kring landið vóru methøgir í 2022 hóast príslækking í seinnu helvt av árinum.

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hyggja vit eftir sethúsa- og íbúðarprísunum kring landið, so síggja vit, at 2022 er tað árið við hægst prísum, tó vóru sethúsaprísirnir í teimum smærri bygdunum hægri árið fyri. Hóast prísirnir hava sett met í 2022, er munur á fyrru og seinnu helvt av árinum, tí prísirnir vóru sum heild hægri í fyrru helvt av árinum samanborið við seinna hálvár.

[object Object]

Húsaprísirnir trýfaldaðir seinastu 20 árini

Sethúsaprísirnir eru hækkaðir nógv seinastu 20 árini. Hyggja vit til dømis eftir sethúsaprísunum í høvuðsstaðnum, so var miðalprísurin fyri eini sethús í 2002 1,3 milliónir krónur. Í 2022 var miðalprísurin 3,7 milliónir krónur. Miðalprísurin er sostatt næstan trýfaldaður millum 2002 og 2022.

Hendan gongdin er ikki bara galdandi fyri Havnina, tí hyggja vit eftir talvuni niðanfyri, so sæst nærum sama mynstur fyri gongdina kring alt landið.

Eisini síggja vit á talvuni, at tann bólkurin, sum hevur havt ta lutfalsligu størstu príshækkingina, eru íbúðir í høvuðsstaðnum. Miðalprísurin fyri íbúðir í høvuðsstaðnum er meira enn trýfaldaður seinastu 20 árini. 

[object Object]

2022 eisini merkt av afturgongd

Hóast prísirnir í 2022 hava verið methøgir, so hevur seinna hálvárið verið merkt av eini lítlari afturgongd. 

Sethúsaprísirnir eru sum heild lækkaðir eitt sindur, og tað sæst eisini, at húsini liggja longri á sølulistanum, áðrenn tey verða seld. Eisini sæst, at prísurin á stórum sethúsum, ið nógv skal gerast við, er lækkaður lutfalsliga meira seinastu mánaðirnar enn prísurin á teimum smærru, nýggju bústøðunum.

- Tað er  púra vanligt, at sveiggj eru á bústaðarmarknaðinum, og enn eru prísirnir á ognunum kring landið høgir. Gongdin seinastu árini hevur verið óvanliga góð – prísirnir á ognum kring alt landið eru hækkaðir lutfalsliga nógv og skjótt samanborið við onnur tíðarskeið. Nú er tann gongdin tó steðgað eitt sindur, og so leingi vit hava høga inflatión, hækkandi rentur og kríggj í Ukraina, kunnu vit vænta hendan stígin í gongdini, sum seinastu árini hevur verið merkt av óvanliga stórum príshækkingum, sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn.

Tíðindaskriv frá Skyn


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2023

11 Leygardagur 28. Jan 2023

Annika Olsen komin upp at hanga

Sigrun Gunnarsdóttir hevur málað málningin av Anniku Olsen, sum nú hongur í býráðssalinum í Havn

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Annika Olsen er nú komin upp at hanga í býráðssalinum millum hinar borgarstjórarnar í Tórshavnar kommunu.

Sigrun Gunnarsdóttir hevur málað, og hon handaði málningin herfyri.

- Haldi, at Sigrun er komin væl frá uppgávuni, og hevur hon sjálvsagt sett sitt sermerkta eyðkenni á málningin. Vit ána eisini spurvin koma undan vinstra herðablaði, sum symboliserar, at tað fer alt at ganga, og at ein meining er við øllum, og liljuna havi eg høgru meðin økslina, sum sýmboliserar vón, skrivar Annika Olsen á Facebook.

- Fari at takka Sigruni fyri gott samstarv og gott arbeiði, sigur Annika Olsen.

Annika Olsen var borgarstjóri í Tórshavnar kommunu frá 1. januar 2017 til 31. desember 2020.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2023

12 Leygardagur 28. Jan 2023

Súsanna Olsen nýggjur býráðslimur í Havn

Ruth Vang, sum er landsstýriskvinna við fíggjarmálum, hevur biðið um farloyvi frá býráðnum

Súsanna Olsen (Mynd: Ingi Samuelsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ruth Vang hevur boðað býráðnum frá, at tað berst henni frá at røkja starvi sum býráðslimur í Tórshavnar kommunu vegna starv sum landsstýriskvinna við fíggjarmálum.

Tískil verður tað Súsanna Olsen sum fer at røkja býráðsessin hjá Framsókn. Hon fekk næstflestar atkvøður á Framsóknarlistanum við 171 atkvøðum á kommunuvalinum í 2020.

[object Object]Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2023

13 Leygardagur 28. Jan 2023

Skálatrøð: 24 básar settir av til parkering í 2 tímar

Hetta ger Tórshavnar kommuna fyri at skapa parkeringsmøguleikar til tey, ið hava tørv á parkering í styttri tíð á Skálatrøð

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Til tess at skapa parkeringsmøguleikar til tey, ið hava tørv á parkering í styttri tíð á Skálatrøð, t.d. tá báturin skal eftirhyggjast, ella tá ein skal á matstovu, verður partur av parkeringsøkinum umskipaður.

Kommunan er nú farin undir at frámerkja 24 básar, sum skulu hava tíðaravmarkingina tveir tímar í staðin fyri átta tímar, sum er galdandi í løtuni.

Skálatrøð er ein teimum parkeringsplássunum í høvuðsstaðnum, sum verður mest nýtt.

[object Object]
Økið, ið verður broytt, er her frámerkt við við reyðum (Mynd: torshavn.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2023

14 Leygardagur 28. Jan 2023

Myndakort frá fylgisveini nú á Kortal

Sum eina roynd, hevur Umhvørvisstovan nú lagt eina fylgisveinamynd av einum parti av landinum á kortal.fo. Myndin er tikin tann 1. juni 2022, og talan er um eitt øki, sum umfatar meginpartin av Suðurstreymi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað eru sjey ár síðani, at farið var undir at brúka dronumyndir í staðin fyri flogmyndir, av býum og bygdum. Fyrimunurin við at brúka dronur heldur enn flogfør var, at farast kundi undir flúgvingina beinanvegin tá veðrið var til vildar. Tá flogfør skuldu brúkast, kundi tað taka dagar áðrenn tey vóru tøk, og tá kundi veðrið lættliga broytast fleiri ferðir. Ein annar fyrimunurin við dronum er, at hóast skýggj, ber til at flúgva undir teimum.

Men tá farið verður uttan fyri bygd økir, eru víddirnar so stórar, at trupult er at brúka dronur. Nýggjastu myndirnar av óbygdum øki eru frá 2009, tá alt landið varð avmyndað við flogfari.

Nýggjasta tøkni eru háupploysiligar fylgisveinamyndir. Har flogmyndirnar frá 2009 høvdu eina upploysn upp á 40 cm, hava nýggju fylgisveinamyndirnar eina upploysn upp á 30 cm. Enn eru slíkar fylgisveinamyndir ikki tøkar fyri alt landið, men tá tær vera tað, helst einaferð í ár, er ætlanin eisini at leggja hesar á kortal.fo.

Fylgisveinamyndirnar stava frá fylgisveinunum Pleiades Neo, sum Airbus eigur. Talan er um í alt fýra fylgisveinar har tann fyrsti varð sendur í umferð 28. apríl 2021. Frástøðan frá jørðini er 620 kilometrar og geometriski neyvleikin liggur um 3½ metrar.

Fyri at síggja fylgisveinamyndina á Kortal velur tú Lag listan. Niðast í listanum setir tú flugubein út fyri “Fylgisveinamynd 2022”.

Tíðindaskriv frá Umhvørvisstovuni


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2023

15 Leygardagur 28. Jan 2023

Enn ein kvinna avmyndað í skiftingarrúmi í Havn

Løgreglan váttar, at eitt starvsfólk í einari venjingarmiðstøð er skuldsett, og at málið nú verður kannað nærri

Løgreglan hevur enn eitt mál um blygdanarskemd á borðinum, har ein kvinna í Havn er avmyndað í skiftingarrúmi
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í síðstu viku skrivaðu vit, at løgreglan hevði eitt mál var um blygdanarskemd á borðinum. Hetta snúði seg um, at ein ung kvinna varnaðist, at hon varð filmað við einari telefon ígjøgnum eitt “glopp, sum var í hurðini í skiftingarrúminum” í einum handli í Havn. 

Løgreglan er í gongd við at kanna hetta málið og nú eisini eitt annað líknandi mál. Vaktleiðarin á løgreglustøðuni í Havn váttaði fyri Portalinum í vikuni, at eitt kanningararbeiði er í gongd, eftir at ein persónur hevur nýtt telefon at filma ella taka myndir inn í skiftirúmið hjá kvinnunum í einari venjingarmiðstøð í høvuðsstaðnum.

Sambært Frihedsbrevet.fo fór hendingin fram týsdagin, og skrivað verður, at talan var um eitt starvsfólk á staðnum.

Vit hava fingið váttan fyri, at talan er um eitt mál - sum er meldað - men løgreglan fær einki nærri sagt um tað beint nú. Tað ber sostatt ikki til at staðfesta, at nakar er skuldsettur fyri blygdanarskemd, men tó at hetta málið verður kannað nærri í løtuni.

Talan er sostatt um annað mál av slíkum slagi av blygdanarskemd uppá eina viku.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2023

16 Leygardagur 28. Jan 2023

Anna Maria Reinert Jensen sett sum skúlastjóri í Vestmanna skúla

52 ára gamla Anna Maria Reinert Jensen, sum síðsta skúlaárið hevur verið fyrstilærari í Kaldbaks skúla, byrjar í stjórastarvinum í Vestmanna 1. februar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Onnu Mariu Reinert Jensen í starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla frá 1. februar 2023 at rokna.

Anna Maria Reinert Jensen er 52 ára gomul og býr í Hoyvík. Hon tók læraraprógv í 1994 og eftirútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu í 2020. Harumframt hevur hon í 2021 tikið skeið á masterstigi í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu.

Anna Maria Reinert Jensen hevur drúgvar royndir innan skúlagátt. Hon hevur síðan 1996 undirvíst sum lærari í tveimum stórum skúlum í Havn, har hon hevur verið flokslærari øll árini, umframt at hon hevur verið toymisleiðari og leitt verkætlanir. Hetta síðsta skúlaárið hevur Anna Maria Reinert Jensen starvast sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2023

17
Leygardagur 28. Jan 2023

Føroysk skip kunnu fiska knapt 11.000 tons av lodnu í ár

Kunngerðin um veiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi varð lýst í vikuni

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur í vikuni lýst kunngerðina um veiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi.

Sambært kunngerðini kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi fram til 30. apríl í ár fiska 10.920 tons av lodnu í íslendskum sjógvi.

Fram til og við 17. februar 2023 kunnu føroysk skip tilsamans landa í mesta lagi 8.190 tons til frystingar uttan fyri Ísland, ella frysta umborð.

Eftir 17. februar 2023 er loyvt føroyskum skipum at landa tilsamans í mesta lagi 4.000 tons til frystingar uttan fyri Ísland, ella frysta umborð. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2023

18 Leygardagur 28. Jan 2023

Átjan fingu prógv sum heilsurøktarar á Heilsuskúla Føroya

Trettan av hesum næmingunum hava bústað norðanfjørðs

Mynd: Suðurrás
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hósdagin var prógvhandan á Heilsuskúla Føroya í Porkeri. 

Heimasíðan sudurras.fo skrivar, at 18 næmingar fingu prógv sum heilsurøktarar á Heilsuskúlanum.

Talan er um seytjan kvinnur og eitt mannfólk. 13 av næmingunum koma  "norðanífrá" - also ikki úr Suðuroynni.

[object Object]
Aftara rað frá vinstru: Olga Dys Hansen, Streymnes, Elisa Augustinussen, Vágur, Irdi Elisa Andreasen, Hósvík, Sonja Simonsen, Fuglafjørður, Sissal Poulsen, Vágur, Sissal S. á Bøgarði, Kaldbak, Beinta Müller, Vestmanna, Maibritt P. á Regni, Toftir, Andrea Jakoba Jensen, Hvalba, og Erika Joensen, Strendur.
Fremra rað frá vinstru: Drós T. Ryggshamar, Kollafjørður, Lív Farstad, Fámjin, Jákubina Thomassen, Nes, Gudmund T.  Niclasen, Miðvágur, Eyerusalem (Jeru) Y. Lemita, Norðragøta, Hallgerð F. Jacobsen, Kvívík, Elin Johannesen, Sørvágur, og Jórun M. Kristensen, Tvøroyri.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2023

19 Leygardagur 28. Jan 2023

Ein nýggjur próstur skal setast í Føroyum

Hetta er orsakað av, at umsitingarligu uppgávurnar eru vorðnar meira umfatandi við árunum. Nýggi prósturin skal taka sær av embætisuppgávunum. Øll umsitingin í fólkakirkjuni verður eisini skjótt savnað á einum stað

Dómprósturin, Uni Næs, varðveitir tær tyngru fíggjarligu uppgávurnar, kirkjusýn og bókaforlagið hjá Fólkakirkjuni (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Umsitingarligu uppgávurnar eru vorðnar meiri umfatandi við árunum, serliga í dómpróstaembætinum, sum umframt at umsita tær tyngru fíggjarligu uppgávurnar fyri fólkakirkjuna, eisini hevur havt embætisuppgávur.

Soleiðis skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu sínari. Fólkakirkjan hevur í longri tíð arbeitt við at fremja broytingar í umsiting sínari, at tí uppgávurnar eru blivnar størri í vavi, og nú er avgjørt, at uppgávur skulu býtast í eina fíggjarsúlu og eina embætissúlu.

Tað merkir, at dómprósturin varðveitir tær tyngru fíggjarligu uppgávurnar, kirkjusýn og bókaforlagið hjá Fólkakirkjuni. Embætisuppgávurnar skal ein nýggjur próstur taka sær av. Hesar uppgávurnar umfata millum annað eftirlit við kirkjubókum, starvsfólkarøkt og strategisk mál hjá fólkakirkjuni, skrivar folkakirkjan.fo.

- Somuleiðis skulu dómprósturin og dómpróstafulltrúin, sum hava skrivstovu í prestagarðinum í Essalag, flyta inn í Biskupsgarð í J. Paturssonargøtu seinni í vár.
Sostatt verður øll umsitingin í fólkakirkjuni savnað á einum stað.

Uni Næs er Dómpróstur Føroya. 1. februar hevur hann 13-ára starvsdag, og nú er greitt, at hann skjótt skal hava nýggjan starvsfelaga.

[object Object]
Biskupsgarður í J. Paturssonargøtu har øll umsitingin verður savnað (Mynd: folkakirkjan.fo)

[object Object]
Bygnaðurin í Fólkakirkjuni 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2023

20 Leygardagur 28. Jan 2023

Nýggja missiónshúsið í Rituvík verður vígt sunnudagin

Innanduraarbeiðið hevur verið gjørt við sjálvbodnum arbeiði seinasta árið, og nú mangla bara snøklar, áðrenn ovara hæddin alment kann takast í nýtslu

- Síðstu tvær vikurnar hava umleið 10 sjálvbodnir mans verið til arbeiðis hvørt kvøld, og tað munar sera væl, sigur Hjalmar Hansen, stýrisformaður, við Túboðan (Mynd: trubodin.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í 2017 varð gamla missiónshúsið í Rituvík rivið niður. Stýrið sló fast, at húsið, ið stóð til reiðar 82 ár frammanundan, var ótíðarhóskandi, og at umvælingar og útbygging ikki fóru at vera nóg mikið.

- Gamla húsið var nærum ikki bjálvað. Tá nógv regn var, setti vatn inn í kjallaranum, lekar vóru á takinum, og vindeyguni vóru stak vánalig. Til vanlig tiltøk var salurin í erva nóg stórur, men salurin í kjallaranum var mangan alt ov lítil, tí einans 60 fólk sluppu til borðs í senn. Tað bar heldur ikki til at hava meira enn eitt tiltak í senn í húsinum, tí tað hoyrdst so væl ímillum. Var eitt nú barnaansing í neðra, hoyrdist tað væl uppiá. Atkomuviðurskifti, vesihentleikar og goymslupláss vóru heldur ikki nøktandi.

Soleiðis greiddi stýrisformaðurin Hjalmar Hansen frá í Trúboðanum fyri beint undir trimum árum síðani. Tá var ætlanin, at nýggi bygningurin skuldi vera innilokaður 30. juni 2020, men hetta var seinkað - arbeiðið áðrenn varð eisini seinkað: Fundamentið varð stoypt í desember 2018.

[object Object]
Nýggja missiónshúsið (Myndir: Trúboðin)

Ymiskt er komið ímillum á vegnum, men áðrenn hesin mánaðin er liðugur, verður nýggja missiónshúsið í Rituvík vígt, og ovara hæddin verður tikin í nýtslu.

- Síðsta árið hava sjálvboðin arbeitt eitt kvøld um vikuna og onkuntíð meiri. Síðstu tvær vikurnar hava umleið 10 sjálvbodnir mans verið til arbeiðis hvørt kvøld, og tað munar sera væl. Tveir handverkarar eru til arbeiðis í vikuni,
pluss teir sum koma um kvøldarnar, so vit verða lidnir til vígsluna, segði Hjalmar Hansen við truboðin.fo mánadagin.

TN-bygging bygdi og innilokaði húsini, men arbeiðið inni hevur verið sjálvboðið, og hevur verið støðugt síðsta árið og uppraðfest seinastu tíðina.

[object Object]

Sjálv vígslan verður í morgin, sunnudagin 29. januar. Byrjað verður klokkan 16, og tað verður formaðurin í Kirkjuligu Heimamissiónini, Símun Persson Jacobsen, sum vígur húsið. 

Síðani fara Hjalmar Hansen og Meinhard Bjartalíð, prestur, at hava orðið, og bæði Manskórið í Rituvík og Taborkórið av Toftum fara at syngja. Umleið kl. 17.30 verður ein meira frí løta, har heilsanir og annað verður á skránni. Høvi verður eisini at geva eina gávu til húsið, sigur Hjalmar.

Niðara hæddin varð gjørd liðug, áðrenn farið var undir ovaru hæddina.

Gamla húsið var í tveimum hæddum, sum tilsamans taldu 192 fermetrar. Nýggja missiónshúsið í Rituvík verður eisini í tveimum hæddum, men er meira enn tvífalt so stórt, tí hvør hædd verður 200 fermetrar. Ein sonevndur ”multisalur” er niðriundir, har eini 120 sleppa til borðs, tá størri tiltøk eru. Harumframt eru køkur, uppvaskirúm, goymsla, tvey vesi og tøknirúm í neðra.

Í erva er ein salur, 110 fermetrar til støddar, ein stova, ið eitt nú kann brúkast til fundarvirksemi, barnaansing, bønarmøtir og annað, goymslurúm og eitt vesi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2023

21 Leygardagur 28. Jan 2023

Frítíðartilboðið á Frúutrøð latið upp

Frítíðartilboðið á Frúutrøð í Havn er eitt tilboð til børn við serligum tørvi frá 3. flokki, og nú Frúutrøð er tikið í nýtslu, er bíðilistin í Føroyum minkaður úr 34 niður í 16

Eg fegnist saman við teimum, sum hava fingið tilboð, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mánadagin var ein stórur dagur fyri fleiri familjur, nú Frítíðartilboðið á Frúutrøð lat upp.

– Tað eru nógv børn og foreldur, ið alt ov leingi hava bíðað eftir frítíðartilboði, og tí fegnist eg saman við teimum, sum hava fingið tilboð, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum.

Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at finna eina loysn á trupulleikunum við frítíðartilboðum til fólk, ið bera brek. Við Frítíðartilboðnum á Frúutrøð eru vit komin eitt stórt stig rætta vegin.

Tað hevur leingi verið trupult at fáa nøktandi hølir til frítíðartilboðini hjá Almannaverkinum í Tórshavnar kommunu. Tí er tað gleðiligt, at Almannaverkið og Tórshavnar kommuna hava gjørt avtalu um, at Almannaverkið leigar stóran part av skúlanum á Frúutrøð til endamálið. Leigumálið er fimm ár.

– Við hesari avtaluni ber til at savna ein stóran part av frítíðartilboðunum í miðstaðarøkinum undir somu lon. Á henda hátt verður lættari at leggja arbeiðið skynsamt til rættis og soleiðis røkka út til fleiri familjur, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Frítíðartilboðið á Frúutrøð er eitt tilboð til børn við serligum tørvi frá 3. flokki. Nú Frúutrøð er tikið í nýtslu, er bíðilistin í Føroyum minkaður úr 34 niður í 16. Fyri børn í Tórshavnar kommunu merkir hetta, at nøkur fá børn enn bíða eftir tilboði. Hesi fáa væntandi tilboð seinni í vár.

Arbeitt verður støðugt við at eisini børnini, sum bíða uttanfyri Tórshavn, fáa eitt frítíðartilboð.

Tíðindaskriv frá Almanna- og mentamálaráðnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2023

22 Leygardagur 28. Jan 2023

11 ukrainsk børn í móttøkuflokki í Eysturskúlanum

Allir ukrainsku næmingarnir, sum eru komnir í Tórshavnar kommunu, eru savnaðir í Eysturskúlanum, og skipanin er, at næmingarnir eru í móttøkuflokki eina tíð, áðrenn teir fara út í vanligar flokkar

(Savnsmyn)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í mai í fjør fóru tey í Eysturskúlanum í Havn undir móttøkuflokk ætlaður ukrainskum næmingum. Byrjað var við trimum næmingum, og nú eru teir 11.

Allir ukrainsku næmingarnir, sum eru komnir í Tórshavnar kommunu, eru savnaðir í Eysturskúlanum. Umframt teir 11 í móttøkuflokkinum, er ein næmingur, sum byrjaði í 1. flokki í august, samstundis sum hinir næmingarnar, og mett var ikki, at tað var neyðugt hjá honum at ganga í móttøkuflokkinum.

Skipanin er, at næmingarnir eru í móttøkuflokki eina tíð, áðrenn teir fara út í vanligar flokkar. Hvussu leingi teir eru í móttøkuflokkinum, veldst um, hvussu skjótt teir læra so frægt føroyskt, at teir kunnu fylgja við vanligu undirvísingini, skrivar Skúlablaðið.

Ukrainsku næmingarnir eru millum átta og 14 ár. Teir hava tríggjar lærarar. Ein tekur sær burturav av føroyskum 10-12 tímar um vikuna, ein hevur næmingarnar fýra tímar í enskum, og so hava teir ein ukrainskan lærara, sum hevur teir í støddfrøði o.ø. Viðkomandi hjálpir næmingum í øðrum lærugreinum eisini, um tørvur er á tí.

– Ukrainski lærarin kom til Føroya í heyst, dugir hampiliga væl enskt, og so hon lærir seg føroyskt. Hon tekur sær nógv av at samskifta við næmingarnar um ymiskt og er millumlið millum næmingarnar og lærararnar og til heimini, sigur Eyðna Magnussen, skúlastjóri í Eysturskúlanum við Skúlablaðið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2023

23 Leygardagur 28. Jan 2023

Umsitingin í Klaksvíkar fingið heimild til at lána 40 milliónir

Hetta er fyri tryggja gjaldførið til liðugtgerð av íløgum í 2023, boðar Klaksvíkar kommuna frá. Nú er samlaða skuldin hjá Klaksvíkar kommunu 385 milliónir

Í tíðarskeiðinum 2016-2021 vóru tilsambans 572 milliónir krónur játtaðar til íløgurnar. Útstykkingin á Fossum er ein av teimum, og nú skal meira peningur til fyri at gera arbeiðið liðugt (Mynd: klaksvik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í tíðarskeiðinum 2016 til 2021 vóru íløgurnar hjá Klaksvíkar kommunu tilsamans 572 milliónir krónur. Harvið vóru í miðal 95 milliónir játtaðar árliga til íløgur.

Tað eru framvegis nógvar stórar verkætlanir í gongd í Klaksvík, hóast fleiri av týdningarmiklu verkætlanunum eru lidnar - rennibreytin, kappróðrarneystið, vælveruøkið og barnagarðurin Baldursbrá kunnu nevnast.

- Tó so, so mangla enn nakrar verkætlanir at koma á mál, t.d. ídnaðarøkið á Borðoyarvík, útstykking á Fossum (fyrsta byggistig), barnagarðurin Fjallafín og mentanarhúsið Varpið, umframt at nakað av meirútreiðslum hava verið í samband við onnur arbeiði.

Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari, har tað samstundis verður staðfest, at tað av hesari orsøk er neyðugt at økja um samlaðu lániskuldina hjá kommununi. Hetta fyri at tryggja at verkætlanir, sum framvegis eru í gongd, eisini røkka á mál.

Í hesum sambandi samtykti Klaksvíkar býráð á býráðsfundi í vikuni at geva umsitingini heimild at læna 40 milliónir krónur. Við hesum verður samlaða skuldin hjá Klaksvíkar kommunu 385 milliónir krónur.

Fíggjarstøðan verður mett leypandi, og ætlanin er ikki at økja lániskuldina meira, staðfestir Klaksvíkar kommuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2023

24
Leygardagur 28. Jan 2023

Klaksvík siglir vandasjógv um landsstýrið ofrar Barentshavið

Tað verður eitt vinnuligt skrædl og ein fíggjarlig vanlukka fyri allar Føroyar - og enn verri fer tað eisini at taka livibreyðið frá hundraðtals familjum, sigur Jógvan Skorheim

Jógvan Skorheim (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Tað verður eitt vinnuligt skrædl og ein fíggjarlig vanlukka fyri allar Føroyar - og enn verri fer tað eisini at taka livibreyðið frá hundraðtals familjum - um nýggja landsstýrið - enntá við stuðuli úr Sambandsflokkinum - fer at gera álvara av sínum hóttanum um at ofra og avtaka Barentshavsflotan saman við stóru tilhoyrandi vinnuni.

Hetta skrivar Jógvan Skorheim, fyrrverandi borgarstjóri og núverandi býráðslimur í Klaksvíkar kommunu, í lesarabrævi á lesarin.fo.

- Tey, sum eru vald í løgting og landsstýri, hava sjálvsagt skyldu at fyrihalda seg til avleiðingar av kríggi og tess ræðuleikum, men tá ið tú hoyrir politikarar í og kring høvuðsstaðin umrøða hetta álvarsmál, fært tú kenslu av, at hesi ikki eru greið yvir, hvussu stór og týðandi henda útflutningsvinna okkara er. Tað er sum um, at hesir politikarar ikki leggja so nógv í, at fyri Klaksvík og Norðoyggjar verður ein ofring av Barentshavinum ein vanlukka, bæði vinnuliga og fíggjarliga, men mest av øllum fyri tær mongu familjurnar, sum missa sítt livibreyð og lívsgrundarlag.

- Vit kunnu ímynda okkum, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri lokalsamfelag okkara, um hópin av familjum missa sítt livibreyð, samstundis sum bæði vinna og kommunur í Norðoyggjum verða við skerdan lut, tí hesi fara at missa munandi av sínum fíggjarliga grundarlag.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2023

25 Leygardagur 28. Jan 2023

Heimsins flottasta kappróðrarneyst

Nýggja kappróðrarneystið hjá Klaksvíkar Róðrafelagð varð tikið í nýtslu mikudagin. Flest øll vóru samd um, at hetta man vera heimsins flottasta av sínum slag

(Mynd: Dávur Winther)
SkrivaÐ:

Innsent

Seinnapartin mikudagin varð skipað fyri almennari móttøku í samband við, at nýggja kappróðrarneystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag varð tikið í nýtslu.

Uttanfyri var flaggskrýtt og inni stóðu brellbitar á ymsum borðum runt um í húsinum, meðan hugnaligir tónleikur frá Jógvan hjá Inu og Eyðun Nolsøe, sum vit kenna frá Hjarnar, kryddaðu hugnan og smakkin.

Anfinn Nielsen, sang eisini tveir sangir saman við Jógvan og Eyðun, sum legði væl afturat tí góða hugnanum, ið var.

Røður vórðu hildnar av Karl H. Johansen, borgarstjóra, Jóhannu Christiansen, forkvinnu í Mentanarnevndini og umboð fyri Klaksvíkar Róðrarfelag, Sonju Kjølbro, forkvinnu og Fróða Waag, sum hugleiddi um góða andan í felagnum og góðar løtur annars.

Báðir endaveggirnir eru klæddir við hópin av vøkrum steypum, sum nú rættiliga eru komin til heiðurs og æru í hesum snotiliga bygningi, sum Ósbjørn Jacobsen, Arkitektar hava teknað, meðan Malltek hava smíðað.

At kalla øll, sum tóku orðið, tók til, at hetta við vissu man vera heimsins flottasta kappróðrarneyst. Allir gestirnir og húsfólkini vóru sannførd um, at her er í øllum førum talan um eitt risa lop langt framm í tíð við sera góðum kørmum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag!

Orð & myndir: Dávur Winther

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2023

26 Leygardagur 28. Jan 2023

Nýggj leiðbeining til klaguviðgerð um mismun vegna kyn

Almanna- og mentamálaráðið hevur nú orðað leiðbeining um, hvussu javnstøðunevndin skal viðgera klagur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í leiðbeiningini verður millum annað greitt frá, hvussu nevndin móttekur og viðger klagur. Hvussu hon ger niðurstøður, og nær hon eigur at vísa klagur frá sær.

Sum eftirlitsmyndugleiki og klagumyndugleiki er javnstøðunevndin partur av almennu fyrisitingini, og tí eru allar viðkomandi ásetingar í fyrisitingarrættinum galdandi fyri hana.

Tí er bæði neyðugt og gott, at nevndin nú hevur fingið leiðbeining at ganga eftir í tí týdningarmikla arbeiði, hon hevur, mangan við torførum klagumálum, sum krevja langa og drúgva viðgerð.

Eftirlit og klagur

Javnstøðunevndin hevur eftirlit við, at løgtingslóg um javnstøðu millum menn og kvinnur verður hildin.

Umframt at vera eftirlitsmyndugleiki, at upplýsa og ráðgeva um spurningar í sambandi við javnstøðu, skal javnstøðunevndin eisini viðgera klagur, sum koma frá fólki, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna sítt kyn.

Javnstøðunevndin er eisini klagumyndugleiki, tá klagur verða viðgjørdar um brot á løgtingslógina um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2023

27 Leygardagur 28. Jan 2023

Runavíkar kommuna flytir inn í bankabygningin

Býráðssalurin verður í gamla skúlanum á Glyvrum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Banknordik og Runavíkar kommuna hava í rúma tíð samskift um umbýti av hølum á Heiðavegi í Saltangará. Eftir uttanveltaðar metingar og eina drúgva tilgongd, gjørdust partarnir í dag endaliga samdir um, at Runavíkar kommuna keypir eyðkenda bankabygningin á Høgabóli á Heiðavegi 54. 

Samstundis er semja gjørd um, at bankin, umvegis eitt leigumál við kommununa, flytir bankadeildina í býnum inn í hølini á Heiðavegi 13, har ið VisitRunavík (Kunningarstovan) hevur hildið til í nøkur ár.

Umskipingin, sum nú liggur í kortunum, fer at taka nakað av tíð. Í løtuni fæst Spf. Byggiverk við at umvæla hølini millum Bókabúðina og komandi bankadeildina - til VisitRunavík at húsast í, og ímeðan virkar Kunningarstovan í leigaðum hølum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini í somu gøtu. Væntandi flytir VisitRunavík inn í nýggj hølir um miðjan mars. Holm Bygging fer nú undir at umvæla og seta í stand hølini, sum BankNordik í leigumáli skal virka í tey næstu árini, og væntandi kann bankin flyta av Høgabóli inn í nýggja deild á Heiðavegi 13 einaferð í apríl/mai mánaða. 

Tástaðni kann farast undir at flyta fyrisitingina hjá kommununi inn á Høgaból, og væntandi kann tað, um alt gongur eftir ætlan, gerast fyri summafrítíðina í ár.

Verandi kommunuskrivstova verður lýst til sølu í almennum útboði, og kann tann sølan avgreiðast sum tað seinasta í hesi manøvruni, ið kemur at ávirka gerandisdagin hjá lutfalsliga nógvum fólki í eina tíð. Hinvegin verður alt gjørt fyri, at tey, sum hava ørindir hjá hesum ymsu høpunum, koma at vera so lítið ávirkað av umskipingunum sum yvirhøvur gjørligt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2023

28 Leygardagur 28. Jan 2023

Tórsvøllur skal hava nýggj ljós

Verandi ljósskipan á Tórsvøll er ið at ganga fyri, og lýkur ikki lngur ásettu krøvini. Uppsetingin av nýggju ljósunum skal í gongd í apríl

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tórshavnar býráð samtykti á fundi í vikuni sambært avtalu við FSF at játta helmingin av kostnaðinum fyri nýggja ljósskipan á Tórsvølli, sum er við at ganga fyri og ikki longur lýkur ásettu krøvini.

Verandi mastrar og ljósskipan á Tórsvølli vórðu bygd í 2011, og seinastu árini eru avbjóðingarnar við ljósskipanini vorðnar størri og størri, t.d. sløknaði hon heilt undir einum landskappingardysti í heyst.

Rakstrar- og viðlíkahaldsavtalur eru gjørdar við tvær fyritøkur hesi árini, umframt at Ítróttaranlegg eisini hevur tikið sær av onkrum viðlíkahaldi. Fyritøkan, ið tekur sær av viðlíkahaldinum av streyminum og projektørunum, gjørdi vart við, at øll ljósskipanin er í ringum standi og tað er ringt at fylgja við øllum avbjóðingunum. T.d. eru projektørarnir sera illa farnir, fuktur er í øllum dósum, og tilfarið dettur sundur og vandi er fyri, at tilfar kann detta niður.

FSF og kommunala umsitingin eru samd um, at neyðugt er at skifta ljósskipanina út, og fóru í heyst undir ávísar fyrireikingar. Nýggja ljósskipanin skal verða liðug til landsdystirnar í juni 2023. Uppsetingin skal í gongd í apríl og arbeiðið skal verða liðugt ikki seinni enn seinnu hálvu av mai 2023.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2023

29 Leygardagur 28. Jan 2023

Færri velja at taka 10. flokk

389 næmingar svarar til gott og væl helmingin av árganginum (f. 2006), og hetta eru 21 næmingar færri enn síðsta skúlaár

Í løtuni liggur talið av næmingum, sum velja at fara í tíggjunda flokk, um 50 prosent. Fyri tíggju árum síðani tóku umleið tveir triðingar av næmingunum hetta valið (Mynd: skulabladid.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Í ár ganga 389 næmingar í 10. flokki; í fjør var talið 410. Skúlaárið 2015-2016 var næmingartalið 459. Hyggja vit uppaftur longri aftur í tíð, hevur næmingatalið verið væl hægri. Eitt nú var tað skúlaárið 2007-2008 512 næmingar og skúlaárið 2005-2006 647. Sigast skal, at samlaða næmingatalið tá var hægri.

Soleiðis ger Skúlablaðið tølini upp fyri tíggjundafloksnæmingar í landinum. Víðari verður gjørt greitt, at fyri tveimum árum síðani valdu beint yvir helmingurin - 52 prosent - av 9. floksnæmingum at halda fram í fólkaskúlanum. Talið var 66 prosent fyri tíggju árum síðani: Tað vil siga, at beint undir tveimum triðingum av næmingum fóru í 10. flokk.

Gongdin í Danmark er eisini tann, at støðugt færri næmingar halda fram í 10. flokki. Sambært Skúlablaðnum hava breytartilboð, og tað at skúlar í einum øki taka seg saman í 10. floks eindir ella samstarva í annan mun, ávirkan á, at 10. flokkur enn hevur lutfalsliga gott tak á næmingum í Føroyum, tó at talið minkar.

Les alla greinina um valið viðvíkjandi 10. flokki á skulabladid.fo

Seytjan skúlar hava í løtuni 10. flokk. Eitt nú er allur 10. floks árgangurin í Tórshavnar kommunu savnaður í Nám X, sum heldur til í Eysturskúlanum.

Í mun til serstakar breytir og verkætlanir, so er eitt kent dømi árligi stóri sangleikurin í Mentanarhúsinum Fuglafirði. Fuglafjarðar skúli hevur áður havt samstarv við skúlan í Klaksvík um hetta - seinastu árini hevur skúlaleikurin verið settur upp av næmingum úr Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og úr skúlanum við Streymin.




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2023

30 Leygardagur 28. Jan 2023

Metnógv vitjaðu Listasavnið í fjør

Listasavnið hevði tilsamans 28.197 gestir á gátt í 2022, 11.000 fleiri enn í 2021

(Mynd: Listasavn Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ongantíð hava so nógv vitjað Listasavn Føroya sum í 2022.

Listasavnið fekk tilsamans 28.197 gestir á gátt í fjør. Av hesum vóru 14.777 føroyingar, 10.981 útlendingar, umframt at skúlar og aðrir stovnar eisini vóru á gátt.

Til samanberingar vóru 4.914 føroyingar og 6.452 útlendingar á vitjan í 2019, árið áðrenn koronafarsóttin rakti, skrivar Listasavnið í tíðindaskrivi.

Í 2021 vitjaðu 17.065 gestir Listasavnið, sum tá var met. Tá var talan tó ikki um fult kalendaraár, tí savnið í november mátti lata aftur vegna umvæling.

– Vit fegnast um stóru framgongdina av vitjanum, og eru sertakliga takksom fyri, at so nógvir føroyingar brúka savnið og síggja eitt so stórt virði í føroyskari list og mentan. 

– Á Listasavni Føroya gera vit nógv buturúr at vera eitt stað fyri øll. Tí royna vit altíð at skipa okkara virksemi og skipa fyri framsýningum og tiltøkum eftir júst tí, skrivar Listasavnið.

Eitt hendingaríkt ár

2022 var eitt sera hendingaríkt ár hjá Listasavni Føroya.

– Um várið var framsýning við heitinum “Landslagið í broyting”, har føroyska nátturan var í sjóndeplinum. Vit skipaðu fyri barnatiltøkum; herundir savnsfagnaðinum, føstulávint-, páska- og jólaklipp og halloweenhaldi. Vit bjóðaðu tónleikaupplivingar í samstarvi við Summartónar og serframsýningarnar várframsýningina “Fláffy United”, hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk og ólavsøkuframsýningina hjá Listafelag Føroya.

– Í august lat stóra serframsýningin “Brot” upp, ið sýndi fram føroyska samtíðarlist í stórum vavi, og í september og oktober hýstu vit fyrstu framsýning nakrantíð á einum tjóðarlistasavni, við myndum gjørdar av eftirgjørdum viti, Artificial Intelligence, “/Imagine the Faroe Islands”. Ein framsýning, sum serstakliga nógv ung og menn sýndu áhuga.

– 2022 var eisini árið, har nýtt átak byrjaði á Listasavninum, nevniliga kvøldaropið fyrsta hóskvøld í hvørjum mánaði, har ymisk evni vóru á skrá.

– Størst av øllum hendingunum má tó vera upplatingin av nýggju kafeini, Kafé List, sum lat upp í apríl, og sum hevur givið eyka gleði, gestunum at frama.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2023

31 Leygardagur 28. Jan 2023

Reiley verður við í Grand Prix kortini

DR metir ikki, at tað er nakar fyrimunur fyri føroyingin, at hann hevur framført sangin eina ferð fyrr í Seul í Suðurkorea

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski Rani Petersen hevur framvegis møguleika at gerast tann, sum skal umboða Danmark til Eurovision tónleikakappingina í ár.

Ekstrabladet veit í vikuni at siga, at Danmarks Radio hevur bent reglugerðina og staðfestir, at DR “Freder Grand Prix-favorit”.

22 ára gamli havnarmaðurin, sum gongur undir navninum Reiley, tá hann traðkar upp á altjóða pallarnar, serliga í Suðurkorea, verður mettur at hava heilt góðan møguleika at vinna donsku Melodi Grand Prix kappingina, sum verður  11. februar.

Men eftir at Reiley í farnu viku varð kunngjørdur sum ein av luttakarunum, stóðst ivi um hansara møguleika fyri at luttaka í kappingini, tí hann hevur framført sangin hann skal syngja í kappingini, “Breaking My Heart”, á eini konsert í Seoul í Suðurkorea í heyst.

Hetta er í stríð við reglurnar hjá Danmarks Radio, sum siga, at talan skal vera um ein nýggjan sang, sum ikki fyrr er framførdur alment.

Men sambært Ekstrabladet er møguleiki at benda hesar reglur, og tað er tað, sum Danmarks Radio nú hevur gjørt, skrivar Ekstrabladet.

Blaðið skrivar, at ábyrgdarin fyri Dansk Melodi Grand Prix, Erik Struve Hansen, nú hevur tikið avgerð í málinum, og skrivar:

‘ Artisturin heldur leiðreglurnar hjá EBU fyri lutøku í Eurovision... DR metir ikki, at artisturin fær nakran fyrimun í kappingini fyri tað, um hann í einum einstakum føri fyrr hevur framført sangin á eini konsert í Suðurkorea í oktober. Hetta fær onga ávirkan á donsku kappingina, skrivar Erik Struve Hansen í telduposti til Ekstrabladet.

Blaðið heldur, at Reiley eigur at fegnast um hesa avgerðina, tí hann stendur – sambært veddingarfyritøkunum – til at hava ein góðan kjans at vinna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2023

32 Leygardagur 28. Jan 2023

Málráðið stuðlar teknmálsorðabók

Í fíggjarlógini fyri 2022 vóru 100.000 krónur játtaðar til føroyskt teknmál. Málráðið hevur valt at nýta upphæddina til at stuðla arbeiðinum at gera talgilda føroyska teknmálsorðabók

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Síðan 2017 hevði føroyskt teknmál verið viðurkent sum føroyskt mál. Hetta merkir m.a., at Málráðið hevur ábyrgd av at røkja, menna og verja føroyskt teknmál. Í fjør vóru 100.000 kr. av játtanini settar av júst til hetta endamálið. 

Málráðið valdi at stuðla arbeiðinum við at gera føroyska teknmálsorðabók. Helena Kannuberg, forkvinna, greiðir soleiðis frá: 

- Stórur tørvur er á talgildari teknmálsorðabók, og vit í Málráðnum eru fegin um, at vit á hendan hátt kunnu røkja og menna føroyskt teknmál. 

Tað eru teir báðir teknmálstulkarnir, Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen, sum arbeiða við at menna talgildu teknmálsorðabókina, ið liggur á https://fo.signwiki.org Tær greiða soleiðis frá: 

- Arbeiðið við teknmálsorðabókini, sum vit hava gjørt avtalu við Málráðið um, er framvegis á byrjanarstigi, og tí sæst alt enn ikki á netinum. Kortini eru vit sera bjartskygdar og spentar, nú vit endiliga aftur eru slopnar í gongd við SignWiki-arbeiðið. 

Tað eru nøkur ár síðan, Edny og Eyðgunn byrjaðu at arbeiða við teknmálsorðabókini. Higartil hava tær nýtt stuðulin til at endurskoðað orðabókina, t.v.s. hugt øll teknini ígjøgnum, gjørt fyrireikingar til komandi upptøkur og fingið avtalur í lag við deyv um at gera fleiri upptøkur. 

Málráðið ynskir teknmálstulkunum góða eydnu við víðari arbeiðinum, ið vónandi verður øllum føroyingum at frama. Vónin er eisini, at sama ella størri upphædd verður játtað næstu árini, soleiðis at hetta arbeiðið kann halda fram. Tørvurin er har, og tey deyvu og tunghoyrdu skulu sjálvandi sleppa at samskifta á føroyskum við føroyskum teknum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2023

33 Leygardagur 28. Jan 2023

Emil í Lønnibergi 60 ár

Søgurnar um hann eru sera stuttligar – men tær eru eisini søgur um dirvi, moral, empati, vinalag og uppreistur

 
SkrivaÐ:

Innsent

Í ár eru 60 ár síðani fyrsta bókin um Emil í Lønnibergi varð útgivin. Av øllum sínum nógvu søgupersónum var Emil yndissøgupersónurin hjá Astrid Lindgren.

Søgurnar um hann eru sera stuttligar – men tær eru eisini søgur um dirvi, moral, empati, vinalag og uppreistur.

Skálkabrøgd eru stuttlig!

Fimm ára gamli Emil sær kanska út sum ein eingil, men vit vita øll, at hann er villur, uppfinningarsamur og treiskur og ger fleiri skálkabrøgd, enn tað eru dagar í árinum. Hóast Emil er fittur og vinaligur, ger hann nógv skálkabrøgd. Hann vil altíð hjálpa øðrum, men viðhvørt gongur tað galið …

[object Object]

Bøkur um Emil í Lønnibergi

“Veitst tú, hvat Emil í Lønnibergi einaferð gjørdi?” Soleiðis segði Astrid knappliga við trý ára gamla ommusonin, sum bara skríggjaði. Karl-Johan tagdi, hann vildi vita, hvat Emil gjørdi. Tað var í august 1962, og Emil var føddur.

Bøkurnar um Emil eru týddar til heili 53 mál og eru seldar í 30 milliónum eintøkum kring heimin!

Í øðrum londum, eins og hjá okkum í Føroyum, eitur hann fyri tað mesta Emil, men í Týsklandi er hann kendur sum Michel og í Finnlandi sum Eemeli.

Í 1971 var føroyski lærarin og týðarin, Heini F. Petersen, so nasadjarvur, at hann tók penn í hond og skrivaði eitt persónligt bræv til svenska stjørnurithøvundin Astrid Lindgren, har hann bað um loyvi um at týða fyrstu bókina.

- Tað er stuttligt, at eisini føroysk børn sleppa at lesa um Emil í Lønnibergi, skrivaði Astrid Lindgren m.a. til Heina Petersen, sum hevur týtt tær tríggjar bøkurnar.

Triðja og seinasta útgávan í bókarøðini um Emil í Lønnibergi kom út á føroyskum í 2022. Samstundis vórðu hinar báðar fyrru endurútgivnar við betri myndum og við dagførdum máli. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið bøkurnar út.

Tær tríggjar bøkurnar við søgum um Emil eru:

  1. Emil í Lønnibergi - á svenskum í 1963 og fyrstu ferð á føroyskum í 1978
  2. Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd – á svenskum í 1966 og fyrstu ferð á føroyskum í 1996
  3. Enn livir Emil í Lønnibergi – á svenskum í 1970 og á føroyskum í 2022

Emil í sjónvarpinum

Bøkurnar um Emil í Lønnibergi eru eisini gjørdar til vælumtóktar filmar. Filmarnir um Emil, sum eru frá 1970-árunum, eru líka stuttligir og sjarmerandi enn, og vera eisini javnan vístir í barnaløtuni í Kringvarpinum.

Visti tú, at Astrid Lindgren sjálv er við sum statistur í einum av filmunum? Hon er bóndakona í sjali á marknaðinum í Vimmerbýi.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2023

34 Leygardagur 28. Jan 2023

Ritt Bjerregaard deyð

Danski politikarin andaðist leygardagin, 81 ára gomul

(Mynd: Ritzau)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Danski politikarin Ritt Bjerregaard andaðist leygardagin, 81 ára gomul.

Avvarðandi upplýstu fyri Ritzau, at hon svav inn í heimi sínum í Keypmannahavn, eftir í fleiri ár at hava stríðst við krabbamein.

Ritt Bjerregaard, ið umboðaði danska javnaðarflokkin, varð fyrstu ferð vald á Fólkating í 1971.

Hon hevur verið ráðkvinna við almannamálum, matvørumálum og undirvísingarmálum. Tá hon í 1973 gjørdist ráðkvinna við undirvísingarmálum, gjørdist hon tá, sum 32 ára gomul, yngsti kvinnuligi stjórnarlimur í Danmark nakrantíð.

Í tíðarskeiðnum 1994-1999 var Ritt Bjerregaard eisini ES-kommisserur við umhvørvismálum, og frá 1. januar 2006 til 1. januar 2010 var hon borgarstjóri í Keypmannahavn. Eftir hetta fór hon úr politikki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2023

35 Leygardagur 28. Jan 2023

Móðurfelagið hjá Google: 12.000 fólk koyrd úr starvi

Seinastu mánaðirnar hava størstu tøknifyritøkurnar í USA boðað frá hópuppsagnum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Alphabet, sum er móðurfelagið hjá Google, boðar frá, at 12.000 av teirra starvsfólkum standa til at missa arbeiðið.

Uppsagnirnar raka bæði starvsfólk í USA og aðrastaðni, og verða amerikansku starvsfólkini uppsøgd beinanvegin, meðan tilgongdin aðrastaðni fer at taka longri tíð, skrivar miðilin CNBC.

Seinastu mánaðirnar hava fleiri stórar amerikanskar fyritøkur boðað frá hópuppsagnum.

Í november boðaði Meta, ið er móðurfelagið hjá Facebook, frá, at 11.000 fólk fóru at verða koyrd úr starvi, og fyrst í hesum árinum boðaði Amazon frá, at 18.000 av teirra fólkum fóru at verða uppsøgd. Talan er um størstu skerjingarnar í starvsfólkahópinum, sum Amazon nakrantíð hevur framt.

Mikudagin boðað Microsoft eisini frá, at tey fóru at siga 10.000 fólk úr starvi, og fríggjadagin kom Alphabet so við sínari fráboðan.

Alphabet sigur, sambært tíðindastovuni Reuters, at tað er "nýggi búskaparligi veruleikin", sum er orsøkin til, at tey siga seks prosent av teirra fólkum úr starvi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2023

36 Leygardagur 28. Jan 2023

Minesto og SEV leingja samstarvsavtaluna um sjóvarfalsorku í Føroyum

Minesto og SEV hava endurnýggjað og víðkað samstarvsavtaluna, sum tilskilar ábyrgdarbýtið í mun til arbeiðið við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi og Hestfirði

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Avtalan er víðkað til eisini at fevna um samstarv um menning og fyrireiking av einum øki í Hestfirði til sjóvarfalsorku. Harumframt verður arbeitt við at seta upp eina íløgueind at umsita verkætlanarstuðul, keypsavtalu, møguliga almenna fígging (t.d. frá ES) og aðrar ognir. Hetta skrivar SEV á síni heimasíðu.

Avtalan umfatar somuleiðis víðkaða virksemið í Vestmanna. Minesto hevur nýliga fullfíggjað Dragon 4 økið við einum sjókaðli afturat og eltøkniliga infrakervinum annars. Installatión á landi til 1,2 MW drekan Dragon 12 verður avgreitt samstundis.

Samstarvið er grundað á gjøgnumskygni av dátum millum Minesto og SEV í mun til verandi verkætlanir eins væl og upplýsingum um og lýsingum av verandi og ætlaðum staðsetingum fyri felags verkætlanir.

- At styrkja og menna samstarvið við SEV er ein grundarsteinur fyri Minesto í strembanini eftir at menna eina av okkara fyrstu sjóvarfalsorkulundum. Vit seta stóran prís upp á leiklutin hjá SEV sum ein framskygdan kunda, veitara av infrakervi og leiðandi lokalan viðleikara, sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

- Minesto hevur víst eitt sterkt tilknýti til verkætlanina í Føroyum, og tøknin er í støðugari menning. Vit síggja fram til, at fleiri drekar verða settir út, og til at økið í Hestfirði verður kannað nærri, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2023

37 Leygardagur 28. Jan 2023

Vindorka avloysir gass á oljupallum eystan fyri Føroyar

Í royndunum at minka útlátið frá olju- og gassframleiðslu hava trý  stór orkufeløg gjørt av at samstarva um eina verkætlan at elektrifisera bæði verandi og komandi pallar á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar

Vindmyllur til havs skulu halda lív í olju- og gassleiðum eystan fyri Føroyar í framtíðini
SkrivaÐ:

Jan Müller

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2023

38 Leygardagur 28. Jan 2023

Hetlendingar seta skjøtil á vindorkuna

Eru farnir undir risastóra verkætlan at seta upp 103 vindmyllur á landi

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Um somu tíð sum triðja vindmylnulundin er við at koma undan í Flatnahaga oman fyri Havnina, eru grannarnir í Hetlandi av álvara í gongd við at fyrireika og uppseta eina risastóra vindmylnulund við ikki færri enn 103 vindmyllum.

Fyrstu partarnir til vindmyllurnar komu til Lerwick herfyri, og nú um dagarnar legði farmaskip at í havnini við fyrstu vongunum, sum nú verða fluttir við lastvognum á staðið, har teir um gott og væl eitt ár fara undir framleiðslu. Og endamálið hjá grannunum er tað sama sum her heima í Føroyum, nevniliga at ganga grønu leiðina og gera Hetland minni heft at fossilari orku. 

[object Object]

Talan er um eina stóra logistiska uppgávu, nú allir mongu partarnir av teimum gott og væl hundrað vindmyllunum skulu flytast úr havnini í Lerwick.

Tað er fyritøkan SSE Renewables, sum stendur fyri stóru orkuútbyggingini saman við Vestas, sum letur myllurnar.  Hetta arbeiðið byrjar mánadagin 6. februar skrivar Shetland Times, og fer at halda fram til út í august mánað. 

Roknað verður við at klára at flyta partarnar til tríggjar vindmyllur um dagin ta tíma longu leiðini frá Lerwick til økið, har Viking fyritøkan longu hevur gjørt klárt til at taka ímóti vindmyllunum. 

[object Object]

Talan er um eina sera stóra og krevjandi uppgávu og hevur Hetland her fingið hjálp av skotska meginlandinum frá bæði flutningsfyritøku og frá løgregluni har, sum skal tryggja, at alt arbeiðið fer fram á rættan og tryggan hátt. 

Roknað verður við at fyrstu vindmyllurnar standa uppi seinast í mars mánaði.

Í Hetlandi er áhugin fyri hesi stóru orkuverkætlanini sum vera man stórur. Hvørt mansbarn fylgir arbeiðinum í lokalu miðlunum og á leiðini úr havnini í Lerwick til vindmylnuøkið longur inni í oyggjunum. 

Talan er um at flyta meira enn 1000 einstakar lutir og er hetta sum so ein varði í hetlendskari vinnu- og orkusøgu. Ikki færri enn fimm flutningskip skulu flyta teir 1300 partarnar til Greenhead Base í Lerwick. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2023

39 Leygardagur 28. Jan 2023

Noreg bjóðar øki út til nýggja oljuleiting

Norska stjórnin ætlar at bjóða út 92 nýggjar teigar í Norskahavinum og Barentshavinum í nýggjari útbjóðing. Henda kemur eftir, at nýggj væleydnað leitiútbjóðing í Bretlandi júst er latin aftur. Í Føroyum er stórur partur av landgrunninum opin fyri leiting.

Goliat framleiðslupallurin liggur í syðra partinum av Barentshavinum, har nýggj leitiloyvi nú verða boðin út
SkrivaÐ:

Jan Müller

Norski olju- og orkuráðharrin Terje Aasland segði í tíðindaskrivi í vikuni, at nýggja leitingin hevur stóran týdning fyri Evropa og Noreg og eisini økini í Norðurnoregi, sum fáa gagn av nýggjum framtíðar virksemi í økinum.

- Okkum tørvar nýggj fund til tess at kunna menna norska landgrunnin. Tí havi eg í dag sett gongd á árligu leitiútbjóðingina, sum bjóðar leitiøki til oljufeløgini.

Uppskotið fer nú til hoyring. Teir 92 teigarnir koma aftrr at teimum, sum longu eru bodnir út í sonevndum búnum økjum á landgrunninum. Tvs. økjum, har oljuvirksemi longu eru frammanundan og undirstøðukervið er væl útbygt.

Verða nýggj fund gjørd í slíkum økjum, kunnu tey oftast bindast í verandi framleiðslur, og tað minkar munandi um íløgurnar og ger harvið framleiðslu meira lønandi. Eisini er skjótari at fáa gongd á framleiðsluna í nýggjum keldum í búnum økjum.  Freistin at søkja er í triðja ársfjórðingi og verða loyvini latin í januar 2024.

Samstundis sum leiting fer fram í næstu grannalondunum stendur føroyski landgrunnurin opin fyri oljufeløg at søkja um leitiloyvi. Jarðfeingi hevur í hesum sambandi viðgjørt og tulkað data frá økinum og latið hesi til fleiri oljufeløg. 

[object Object]
Útlendsk feløg kunnu bjóða uppá leitiøki (Open Door)  innanfyri svørtu strikurnar og markið (reyða linjan) 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2023

40 Leygardagur 28. Jan 2023

- Havi vónir um at sleppa víðari út í heim

Pætur Petersen skrivaði í gjár sáttmála við KA, sum sambært skálvíkinginum er eitt felag á veg fram. Hann ætlar at menna seg víðari á Akureyri, og at bíta seg fastan á landsliðnum - eisini hevur álopskendi spælarin ætlanir um meira

Pætur Petersen í A-landsdysti í Kosovo í november. - Hesin sáttmálin við KA gevur mær møguleika at liva fótbólt 100 prosent og hava nógv fleiri venjingar, bæði individuelt og saman við liðnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Akureyri er eitt spennandi ítróttafelag, sum er á veg fram og hevur nógvar spennandi framtíðarætlanir. Teir hava seinastu árini eisini selt fleiri spælarar til onnur lond

Soleiðis lýsir Pætur Petersen tað felagið, ið hann hevur vant við seinastu dagarnar, og sum hann í dag hevur gjørt ein tvey-ára sáttmála, ið kann leingjast við einum ári, við.

Hóast talan er um ein langan sáttmála, so hevur 24-ára gamli skálvíkingurin eisini skrivað undir við eyga fyri at flyta seg uppaftur longur: Tó vil framfýsni álopskendi spælarin fyrst hugsavna seg um at liva 100 prosent fyri fótbóltinum og flyta seg víðari:

- Hesin sáttmálin gevur mær møguleika at liva fótbólt 100 prosent - sum yrkisspælari - og hava nógv fleiri venjingar, bæði individuelt og saman við liðnum. Eg vóni at blíva við, har eg slapp í Føroyum, og menna meg enn meir. Eg havi vónir um at sleppa víðari aftaná upphaldið í Akureyri. Eg vil eisini bíta meg fastan á landsliðið, sigur Pætur við Portalin

[object Object]
Pætur hevði eina ógvuliga góða seinnu hálvu við HB í fjør og kom á A-landsliðið (Mynd: Sverri Egholm)

Pætur Petersen spældi sínari fyrstu A-landsdystir í november. Hann hevur spælt beint yvir 150 dystir í Betrideildini, sum hann hevur verið við til at vunnið einaferð. Nýggi KA-spælarin hevur eisini tvey steypagull og 13 dystir og 3 mál í evropeiskum kappingum. 

Í summar skal skálvíkingurin royna seg í Conference League, ið KA Akureyri spældi seg í við 2. plássinum í bestu íslendsku deildini í fjør.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2023

41 Leygardagur 28. Jan 2023

Pætur Petersen skal hava heimavøll á Akureyri næstu trý árini

24-ára gamli skálvíkingurin hevur skrivað sáttmála við liðið, sum endaði í topp-trý í bestu íslendsku deildini í fjør. Harvið eru álopskendir spælarar úr Føroyum nú uppaftur betri vælumboðaðir í íslendska oddinum

Pætur Petersen skal aftur spæla í gulum og bláum - tað gjørdi orkuríki skálvíkingurin í sínum uppvøkstri í B71. Seinastu fýra árini hevur hann spælt við HB (Mynd: ka.is)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hevur ikki verið nøkur loyna, at skálvíkingurin hevur ætlað sær uttanlands at spæla. Áðrenn ársskiftið varð 24-ára gamli áleyparin settur í samband við felag í næstbestu svensku deildini, og fyrr í hesum mánaðinum var Pætur Petersen og royndarvandi í Esbjerg.

Har spurdist eingin sáttmáli burturúr, men hevur ein onnur royndarvenjing givið úrslit. Skálvíkingurin hevur vant við KA á Akureyri, og í gjár varð sáttmáli millum partarnar kunngjørdur. Hesin sáttmálin er galdandi í trý ár.

- Pætur hevur vant við KA í seinastuni, og vit eru sera spent uppá at síggja hann í gulu og bláu troyggjuni hetta komandi kappingarári. Pætur er ein áleypari við nógvari orku og megi, og hann kann eisini spæla á bæði høgra og vinstra vongi. Henn spældi sínari fyrstu A-landsdystir fyri Føroyar í november, og hevur eisini umboða Føroyar á øllum ungdómslandsliðunum.

Soleiðis skrivar Knattspyrnufelag Akureyrar á heimasíðu sínari, í samband við at Pætur hevur skift HB út við KA. Felagið skrivar eisini, at Pætur í 2020 vann føroysku greipuna, at hann eisini gjørdist steypavinnari við HB í 2019.

[object Object]
Pætur Petersen skoraði tíggju ferðir fyri HB í Betrideildini í fjør og hevur roynt nógv í felagnum 

[object Object]
Her sæst Pætur í A-landsdysti í Kosovo í november (Myndir: Sverri Egholm)

Tveir aðrir álopskendir spælarar, ið vóru við landsliðnum í Kekkia og Kosovo í november, hava gjørt sáttmála við íslendskt felag í vetur. Klæmint Andrasson Olsen og Patrik Johannesen umboða nú Breiðablik, sum vann meistaraheitið við átta stigum fleiri enn KA í fjør.

Tveir aðrir føroyskir landsliðsspælarar umboða KA. Felagið á Akureyri fevnir eisini um hondbólt, og Allan Norðberg og Nicholas Satchwell eru í hópinum har - Áki Egilsnes hevur eisini havt heimavøll á Akureyri áður.

Pætur Petersen er uppvaksin á Sandoynni og harvið í B71 sum ungdómsspælari. Hann skifti sum tannáringur til B36, men fekk eitt slag av gjøgnumbroti í føroyskum fótbólti í 2017 og 2018 við EB/Streymi. Síðani 2019 hevur Pætur umboðað HB. Í fjør skoraði hann 10 mál í 25 dystum í Betrideildini. Samanlagt hevur hann spælt yvir 170 dystir og skorað 40 mál á hægsta stigi í Føroyum.

Pætur Petersen hevur sambært Faroesoccer spælt 13 evropeiskar dystir fyri HB og skorað trý mál. Hetta kann gerast gott í summar, skrivar KA, ið hevur Conference League-avbjóðing fyri framman. Har er møguleiki fyri, at KA fær eitt av gomlu feløgunum hjá Pæturi í lutakastinum: B36 ella HB. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2023

42 Leygardagur 28. Jan 2023

KÍ hevur skrivað undir við norskan málverja

Markus Olsen Pettersen er 190 sendimetrar høgur, og hevur spælt á norskum ungdómslandsliðum og í bestu norsku deildini. 23-ára gamli málverjin hevur tó verið ógvuliga nógv darvaður av skaðum seinastu árini

Nýggi høvuðsvenjarin lýsir Markus Petterson sum ein dugnaligan málverja, ið hevur góðar møguleikar at menna seg í Klaksvík (Mynd: Bergenavisen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tann seinni málverjin í røðini, eftir at Rói Mørk Hentze eisini hevur valt KÍ. Tískil valdur friður um málmanspostin. Markus Olsen Pettersen hevur spælt regluliga í ungdómslandsliðnum hjá Noregi. Hann er uppvaksin í Brann Bergen, og hevur leikt 12 dystir í bestu deildini.

Soleiðis skrivar KÍ á heimasíðu sínari í sambandi við at felagið hevur gjørt sáttmála við norskan málverja.

23-ára gamli málverjin úr Bergen hevur bert spælt 14 vaksnamannadystir. Hetta er partvíst orsakað av mongu skaðunum, sum Pettersen hevur havt.

KÍ hevur nú tveir nýggjar, lutfalsliga ungar, evnaríkar málverjar, sum báðir hava verið nógv úti seinastu árini við skaðum. Havnarmaðurin Rói Mørk Hentze var úti tað mesta av 2019 og eisini 2021, og aftur í fjør plágaði knæðið hann.

Markus Olsen Pettersen kemur til landið í komandi viku, skrivar ki.fo. Magne Hoseth sigur, at hann er fegin um, at Markus hevur valt KÍ, tí hann passar væl inn í leikskipanina og mátan KÍ vil spæla uppá. Nýggi høvuðsvenjarin lýsir Markus sum ein dugnaligan málverja, sum eisini hevur góðar møguleikar at menna seg í Klaksvík. 

190 sentimetra høgi málverjin hevur skrivað undir eitt-árs sáttmála við KÍ. Hann hevur verið knýttur at Brann Bergen í næstan tíggju ár, hevur spælt nógvar dystir við næstbesta liðnum, og hevur verið skaðafríur síðani síðsta summar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2023

43 Leygardagur 28. Jan 2023

Rosenørn til íslendskan fótbólt

Keflavík boðaði týsdagin frá, at felagið, sum er í bestu deildini, hevur knýtt fyrrverandi KÍ-málverjan at hópinum

Tað hevur verið nakað av einum ivamáli um, Mathias Rosenørn heldur fram í KÍ ella ikki. Samband var millum partarnar aftur fyrr í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann kom til Føroyar á vetri 2021. Tá nøkur umfør vóru liðin av kappingarárinum vann danin plássið sum fyrstimálverji hjá KÍ, og tað var serliga í dysti móti HB í apríl hetta árið, at málverjin vísti sínari dygdir. 

Mathias Rosenørn og KÍ-liðfelagarnir gjørdust føroyameistarar í stórum stíli í 2021 og aftur í fjør. Samanlagt spældi málverjin úr Esbjerg 49 dystir í Betrideildini hesi árini, og í teimum lat hann 19 mál fara inn.

Talan er um flott tøl, ið Rosenørn og ein sterk KÍ-verja hava staðið fyri. Nú 29-ára gamli danin hevur eisini víst seg fram í spælinum við beininum, har hann á ein hátt hevur lagt eina dimensjón aftur at spælinum hjá KÍ. 

Á Faroesoccer er Mathias Rosenørn skrásettur fyri 62 dystir fyri besta liðið hjá KÍ, har tapta steypafinalan móti Víkingi er tann síðsti, og harav átta eru evropeiskir dystir. Í evropeisku dystunum í serliga 2021 vísti málverjin onkrar veikleikar í samband við innlegg, men tað var avgjørt væntað, at KÍ fór at royna at leingja við hann. Tað var eisini ein tilgongd við hesum í fjør, men samráðinganar bóru ikki á mál: Rosenørn fór í gongd at leita eftir nýggjum felagið og KÍ eftir nýggjum málverjum.

[object Object]
Mathias Rosenørn til venjing á Aspmyra í Bodø síðsta summar. Hann og KÍ komu ikki á mál í samráðingum um nýggjan sáttmála (Mynd: Sverri Egholm)

Rói Mørk Hentze gjørdi sáttmála við føroyameistararnar fyrr í mánaðinum, og síðani frættist tað eisini, at samband var aftur millum KÍ og Rosenørn. Tað var tað eisini líka miðskeiðis í januar, men heldur ikki hesaferð kom ein nýggjur sáttmáli burturúr, og týsdagin varð staðfest, at tvífaldi føroyameistarin og ársins málverji í Betrideildini skal spæla í bestu íslendsku deildini í 2023.

Keflavík endaði í 2022 á 7. plássi í fremstu íslendsku deildini, har tólv lið eru. Føroyski landsliðsframherjin Patrik Johannesen, ið eisini hevur spælt fyri KÍ, spældi har í fjør. Tvøramaðurin varð í november seldur til meistararnar Breiðablik, har hann nú er liðfelagið við Klæmint Andrasson Olsen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2023

44 Leygardagur 28. Jan 2023

07 Vestur og MB samstarva um gentufótbólt

Um kvinnufótbóltinum skal verða lív lagað í Vágum, mugu allar góðar kreftir standa saman, ásanna feløgini

Jón Nordendal, formaður í 07 Vestur, og Elisabeth Haraldsen, forkvinna í Miðvágs Bóltfelag
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fótbóltsfeløgini í Vágum, 07 Vestur og MB hava seinastu tíðina havt samráðingar um gentufótbólt í oynni og hava tikið avgerð um at taka upp samstarv.

- Tey sum fylgja við kvinnufótbólti vita, at tað er ein avbjóðing at fáa nóg mikið av gentum at spæla fótbólt. Soleiðis er eisini hjá okkum. Um kvinnufótbóltinum skal verða lív lagað í Vágum, mugu allar góðar kreftir standa saman. Við hesum samstarvi vóna feløgini at venda gongdini og økja leikaratalið, so at fleiri gentur gerast virknar og fáa tilknýti til ein góðan og sunnan felagsskap, skrivar 07 Vestur á heimasíðuni.

Feløgini hava í fyrstu atløgu avgjørt at samstarva um gentuliðini U11, U13 og U16.

Sørvágs kommuna er longu farin undir útbyggingar á Dungasandi og Vága kommuna hevur skift vøllin í Sandavági. Harafturat er Vága kommuna sinnað at gera íløgur í hølis- og vallarviðusskiftini bæði í Miðvági og Sandavági.

Feløgini bæði siga, at eydnast hetta samstarvið væl, verður miðað ímóti at víðka samstarvið til eisini at fevna um lið í bestu kvinnudeildini, um ikki alt ov langa tíð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2023

45 Leygardagur 28. Jan 2023

Pauli kemur heim til Hoyvíkar

Hetta er orsakað av, at umstøðurnar í franska felagnum Cherbourg seinastu tíðina verið ónøktandi. Nú fer 20-ára gamli hoyvíkingurin at styrkja um besta liðið hjá barndómsfelagnum restina av kappingarárinum

Pauli Jacobsen vann saman við Paula Mittún og øðrum greipuna í fjør. Báðir fóru av landinum síðsta summar; nú er málverjin aftur - fyribils (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mansliðið hjá H71 fær nú stóran styrk til hálvfinalurnar í steypakappingini og til restina av landskappingina. 20-ára gamli Pauli Jacobsen fór í summar til Fraklands at royna seg, men nú vendir málverjin, ið nú er fyrstaval á A-landsliðnum, aftur til Hoyvíkar í eina tíð.

H71 boðaði týsdagin frá hesum og skrivaði, at støðan í franska felagnum hevur seinastu tíðina verið ónøktandi. Staðfest verður eisini, at steðgurin hjá evnaríka hoyvíkinginum á heimabeitinum helst ikki verður heilt langur.

- Leikarar eru farnir eins og nógv skift í venjaratoyminum. Alt í alt var støðan ikki nøktandi og tí metti Pauli at hann fekk betur umstøður at menna seg í H71 eina tíð. Hann ætlar sær tó av landinum aftur seinni.

Pauli Jacobsen hevur umboðað Cherbourg í næstbestu fronsku deildini seinasta hálva árið. Tað hevur tó ikki gingið væl hjá liðnum, og spælitíðin hjá unga føroyinginum hevur verð heldur avmarkað.

H71 skal í februar spæla hálvfinalur í steypakappingini. Liðið liggur í løtuni á 3. plássið í Burn-deildini. Tá Pauli Jacobsen var fyrstimálverji í fjør, vann H71 greipuna. 

Tíðliga í vár hava Pauli og liðfelagirnir stórar uppgávur á skránni í EM-undankappingini. Í summar skal U21-landsliðið til HM-endaspæl í Týsklandi, og er her talan um góðar sýnisgluggar hjá málverjanum, ið hevur dreymin um at gera yrkisleikari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. Jan 2023

46 Leygardagur 28. Jan 2023

Danmark í sínari triðju HM-finalu á rað

Spania megnaði at gera tað spennandi seinasta korterið, men danir vóru omaná á máltalvuni so at siga allan vegin. Spæla finalu móti Fraklandi sunnudagin

Niklas Landin stóð aftur ein frálíkan dyst og kann sunndagin lyfta HM-steypið fyri triðju ferð á rað (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Danmark og Spania spældu í gjárkvøldið hálvfinalu móti hvørjum øðrum fjórða stóra endaspælið á rað. Sum vant varð talan um ein hondbóltsgysara, men fyri triðju ferð uppá tvey ár spældi Danmark seg í eina finalu eftir sigur á Spania - í 2021 var talan um sigur í HM-hálvfinalu og síðani HM-finalu.

Hesaferð spældi liðið hjá Nikolaj Jacobsen seg í sína triðju HM-finalu á rað. Eftir at tað leikaði javnt á fyrstu løtuna, fóru danir frá: Álopsspælið fleyt væl, men tað vóru serliga ein ógvuliga stinnur Niklas Landin og ein krútsterk verja, ið gjørdu, at munurin í steðginum var fimm mál. 

Spanska álopið kom eitt sindur betur í gongd eftir steðgin, men munurin var eisini fimm mál, tá beint undir tjúgu minuttir vóru eftir. So fekk Spania tamarhald á danska álopinum við at vera ágangandi og meira álopskend, og tað gekk betur at koma framvið kompaktu verjuni og skora móti Landin. Spania vann næstu átta minuttirnar 5-1, áðrenn Danmark fór til 7 móti 6, aftur fór frá og kom uppá +5.

Spaniólar leggja seg tó ikki bara so. Liðið hjá Jordi Ribera skoraði trý tey næstu málini, danir tyktust at hava eitt sindur av nervum á í álopinum, Perez de Vargas tók aftur nøkur skot og millum annað brotskast, tá beint undir ein minuttir var eftir.

Landin og danir áttu tó síðsta orðið: Danski málverjin bjargaði brotskasti, tá tvey mál vóru á muni, og 45 sekund vóru eftir. Síðani fór Danmark í álop, og Emil Jakobsen, ið annars hevði brent móti Perez de Vargas nakrar ferðir, var tryggur.

Nikolaj Jacobsen hevur í sínum 27 HM-dystum vunnið 26 og fingið ein javnleik.

Føroyingurin, Johan á Plógv Hansen, byrjaði dystin á beinkinum, og kom ongantíð á vøllin.

Sunnukvøldið skal hansara lið spæla finalu í Stokkhólmi móti Fraklandi. Svøríki og Frakland møttust í hinari hálvfinaluni. Frakland vann 31-26.

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2023

47 Leygardagur 28. Jan 2023

Fleyr hevði møguleikan at taka fyrstaplássið, men endaði aftast

ÍF vann sannførandi á Fleyr mikukvøldið, og skal møta SÍ í hálvfinaluni

Arthur D. Poulsen spælir aftur við ÍF og var við at tryggja sigurin í gjárkvøldið. Myndin er frá steypafinaluni í 2021 (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Innsent

Steypakappingin, menn:
ÍF – Fleyr 3-1 (21-25, 25-21, 25-22, 25-15)

ÍF vann mikukvøldið sannførandi á Fleyr, sum ikki tók av møguleikanum at fáa fyrstaplásssið í bólkinum, og harvið møta nr. 4 í hálvfinaluni.  Ístaðin endaði Fleyr aftast av liðunum, sum koma í hálvfinaluna, og skal tí møta oddaliðnum Mjølni.

Fleyr vann annars fyrsta settið 25-21, eftir at ÍF tvær ferðir hevði togað seg upp á javnt; fyrst frá 6-11 upp á 11-11 og so frá 13-16 til 17-17. Men so dró Fleyr frá á triðja sinni og vann.

Í øðrum setti gekk javnt á til 9-9, tá ið ÍF vann tríggjar bóltar á rað og helt munin restina av settinum, sum varð vunnið 25-21, tá ið servan hjá Fleyr brast í netið.

Triðja sett var eisini javnt, og liðini skiftust um at vera á odda, men við støðuna 21-21 fór ÍF tvey stig framum og fekk settbólt við støðuna 24-22, og hann varð vunnin takkað verið mistaki hjá Fleyr, eftir at Arthur D. Poulsen hevði servað fyri ÍF. Arthur, sum ikki hevur spælt við ÍF í ár, tí hann er fluttur til Tvøroyar at arbeiða, har hann eisini er venjari hjá kvinnunum hjá TB, verður eftir ætlan við restina av kappingarárinum, nú skaðar hava gjørt um seg hjá ÍF.

Í 4. setti vann ÍF so ruddiliga. Eftir 7-7 gjørdist støðan 15-9, áðrenn ÍF vann settið so mikið sum 25-15.

Tað merkir so statt, at Fleyr verður aftast av teimum fýra liðunum, sum eru komin í hálvfinalurnar, og skal tí møta oddaliðnum Mjølni. Tað er neyvan ein ynskidreymur fyri Fleyr, hóast Fleyr vann 3-1 á teimum fyri viku síðani. ÍF klintraði við sigrinum upp á triðjaplássið og skal tí møta SÍ á øðrum plássi. Í bólkaspælinum vann SÍ 3-2 á ÍF, so útlit eru fyri spennandi hálvfinalum, sum verða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík 18. februar. 

Endaliga støðan í bólkinum:
Mjølnir 9 stig
SÍ 8 stig
ÍF 7
Fleyr 6 stig

Ternan 0 stig 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2023

48 Leygardagur 28. Jan 2023

Ternan í hálvfinaluni eftir at SÍ vann 3-0 á Mjølni

Á Toftum draga tey í Ternuni andan lættari aftur, eftir at hava sitið á pínubonkinum síðani Ternan tapti 3-0 fyri SÍ

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á Toftum draga tey í Ternuni endiliga andan lættari aftur, eftir at hava sitið á pínubonkinum síðani undanfarna mikukvøld, tá Ternan tapti 3-0 fyri SÍ. Tað merkti, at Ternan misti plássið í hálvfinaluni, um Mjølnir megnaði at vinna bara eitt sett ímóti SÍ í Sørvági farna vikuskifti.

Steypakappingin, kvinnur – bólkur 2
SÍ – Mjølnir 3-0 (25-13, 25-17, 25-17)

Men frá SÍ fekk Mjølnir onga gávu. Heimaliðið legði seg á odda 5-0 í fyrsta setti, sum varð vunnið 25-13, og ilt var at síggja, hvussu Mjølnir skuldi megna at vinna nakað sett í dystinum.

Annað sett var meinlíkt tí fyrsta, og SÍ vann 25-17. Í triðja setti vóru hóast alt ikki meira enn fýra stig á muni stóran part av settinum, men frá 20-16 fekk Mjølnir bert eitt stig afturat, og SÍ vann 25-17.

Úrslitið merkir, at Mjølnir og Ternan eru púra jøvn við 4 stigum og minus 1 í settmuni, men av tí at Ternan vann dystin teirra millum 3-2, so er tað Ternan, sum tekur hálvfinaluplássið.

Endaliga støðan í bólki 2:
Lið  Dystir / Stig  (Settmunur)
SÍ 3 / 9 / (+9)
Ternan 3 / 4 (-1)
Mjølnir 3 / 4  (-1)
Dráttur 3 / 1 (-7)

Steypakappingin, kvinnur – bólkur 1
Fleyr – TB 3-0 (25-23, 25-17, 25-21)

Í bólki 1 var longu greitt, at bæði liðið komu í hálvfinaluna, men vinnarin sleppur at spæla ímóti nr. 2 í bólki 2, og taparin skal spæla ímóti nr. 1 í bólki 2, sum er SÍ, og teimum vilt tú helst ikki møta í hálvfinaluni, so tí hevði dysturin stóran týdning fyri møguleikan at koma í sjálva steypafinaluna.

Fleyr legði best fyri og legði seg á odda 5-0, men TB javnaði til 10-10 og legði seg eisini framum 13-11 og 18-16. Fleyr javnaði síðan til 18-18, og eftir 21-21 vann Fleyr seg tvey avgerandi stig framum og vann settið 25-23 við einum smassji frá Iuliia Kuvshinova.

Annað sett byrjaði sum tað fyrsta, og Fleyr legði seg á odda 6-1, og hesaferð megnaði Fleyr at halda munin og vinna settið sannførandi 25-17.

TB fór framum 5-2 í triðja setti, men hevði trupulleikar við at taka ímóti servunum frá Iuliiu, og átta servur seinni var støðan 11-5 til Fleyr. TB kempaði seg innaftur í dystin og kom upp á 18-19, men so dró Fleyr frá aftur og vann settið 25-21, og dystin 3-0.

Fleyr skal so statt, sum eittari í bólkinum, møta Ternuni í hálvfinaluni, og TB skal møta SÍ. Hálvfinalurnar verða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík 18. februar.

Endaliga støðan í bólki 1:
Lið  Dystir / Stig

Fleyr 2 / 5
TB 2 / 3
KÍF 2 / 1

--------

Steypakappingin,menn:
Ternan – ÍF 0-3 (16-25, 23-25, 17-25)

Ternan spældi fyri sínum teoretiska møguleika at koma í hálvfinaluna, men tað gjørdist bara teori, tí Ternan tapti 3-0, og harvið er møguleikin farin.

Tó beit Ternan frá sær í øðrum setti, tá hon var á odda 10-5. Javnt var aftur við 16-16 og 19-19, og seinni javnaði Trygvi á Brekkukletti til 23-23 við diagonalum smassji og hjálp frá netkantinum, men næsta smassjið sló hann í blokkin, og so hevði ÍF dystarbólt, sum eisini varð vunnin.

Ternan fylgdi eisini væl við í triðja setti, og var frammanfyri 12-11, men eftir 15-15 sleit ÍF seg leyst og vann 25-17.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2023

49 Leygardagur 28. Jan 2023

Áslakur Holm á dreymaliðnum

Hann er á dreymaliðnum sum hevari í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri menn

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hóast Áslakur Holm og VK Vestsjælland taptu 3-0 fyri Gentofte seinasta leygardag, varð Áslakur valdur á dreymaliðið (Dream Team) sum hevari í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri menn. 

Eftir tapið fyri Gentofte liggur VK Vestsjælland á sætta plássi í bestu donsku deildini - níggju stig eftir oddaliðið Marienlyst-Fortuna Volley. Sjálvt um Vestsjælland tapti dystin, spældi Áslakur Holm so væl sum hevari, at hann fyri umfarið varð valdur á vikuliðið, Dream Team.  

Ein av liðfeløgunum hjá Áslaki, Daniel Matheney úr USA, kom somuleiðis á vikuliðið. 

Áslakur og Vestsjælland leika aftur ímóti Gentofte fríggjadagin 3. februar - tá í steypakappingini, har liðið er komið í hálvfinaluna. Endaumfarið, “Final 4”, við hálvfinalum og finalu verður leikt í Aarhus. Vinnarin av dystinum leikar finalu sunnudagin ímóti vinnaranum av hinari hálvfinaluni, sum er ímillum Nordenskov UIF og Marienlyst-Fortuna Volley. Tapandi liðini í hálvfinaluni spæla um bronsuna sunnumorgunin.

Men longu í dag spæla Álakur og VK Vestsjælland í landskappingini ímóti Nordenskov UIF, sum liggur á øðrum plássi. Tað er ofta rættiliga spennandi, tá Vestsjælland spælir, tí seks av teirra 13 dystum hava verið fimmsettarar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2023

50 Leygardagur 28. Jan 2023

Átta føroyingar til altjóða kapping í Reykjavík

Badminton: Talan er um landsliðsleikarar, og talan er atljóða góðkendu kappingina RSL Iceland, sum gevur stig til styrkislistan

Jónas Djurhuus, Asbjørn Heide Olsen, Christian Berg Petersen, Magnus Dal-Christiansen, Mia Thorkildshøj, Miriam í Grótinum, Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna Thorkildshøj (Mynd: Badmintonsamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Eftir at hava verið forðaði fyri luttøku í tvey ár vegna koronufarsóttina sleppa føroyskir landsliðsleikarar endiliga aftur at royna seg í altjóða góðkendu kappingini RSL Iceland.

Soleiðis skrivar Badmintonsamband Føroya í sambandi við at átta føroyingar eru farnir til Reykjavíkar at spæla við í altjóða kapping.

RSL Iceland er partur av sonevndu Future Series International kappingunum hjá Badminton Europe. Hetta merkir, at spælararnir fáa altjóða stig útfrá, hvussu tey standa seg hesar fýra dagarnar

Átta føroyskir luttakarar eru í íslendska høvuðsstaðnum og royna seg. Talan er um Jónas Djurhuus, Asbjørn Heide Olsen, Christian Berg Petersen, Magnus Dal-Christiansen, Mia Thorkildshøj, Miriam í Grótinum, Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna Thorkildshøj.

Til ber at fylgja við bwfbadminton.com, og Badminton Iceland stroymir eisini dystirnar á sínari youtube-síðu

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. Jan 2023

51 Leygardagur 28. Jan 2023

Níggju føroysk met farna vikuskifti

Føroysku íðkararnir hava klárað seg væl í innandura kapping í frælsum ítróttum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Stórmót ÍR, sum er innandura kapping í frælsum ítróttum, var í Laugardalshøllini í Reykjavík farna vikuskifti.

Treysti, Hvirlan og Bragdið vóru við hvør sínum hópi í Íslandi, har tey vóru við í ársins fyrstu innandura kapping. Og úr øllum feløgunum vóru íðkarar, sum vóru við fyri fyrstu ferð.

Ikki kann sigast annað, enn tað gekst føroysku íðkarum sera væl.

Nógv teirra settu persónlig met, fleiri bólkamet vórðu sett og heili átta føroysk innanduramet vóru tikin. Harafturat var onkur, sum legði pláss inn til oyggjaleikirnar, sum verða á Guernsey í juli.

Oddvør Josephsen, sum nú býr og venur í Aalborg, var eisini í kapping farna vikuskiftið.

Hon rann fríggjadagin 200 mmetrar í Växjö, har eisini hon setti føroykst met við tíðini 26,30 sekund.

[object Object]Elisabeth Holm Simonsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Føroysku innandura metini eru hesi:

Eiri J. Glerfoss (2005): Longdarlop – 7,29 m

Jónas Isaksen (2005): 400m –  49,49 sek

Jónas Isaksen (2005): 60m – 7,07 sek

Jónas Isaksen (2005): 200m – 22,31 sek

Elisabeth Holm Simonsen (2001): 60m – 8,07 sek

Elisabeth Holm Simonsen (2001): Longdarlop – 5,40m

Arina L. Michelsen (2005): Trístøkk – 10,60m

Teresa F. Bláhamar (2001): Hæddarlop – 1,60m

Oddvør Josephsen (2001): 200m – 26,30 sek

[object Object]Oddvør Josephsen (Savnsmynd: Sveri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. Jan 2023

52 Leygardagur 28. Jan 2023

Framúr úrslit hjá føroysku rógvarunum

Føroysku luttakararnir vunnu 17 heiðursmerki í danmarksmeistaraheitinum í inniróðri

Á myndini síggjast frá vinstru: Petur Hansen, RSF umboð – Sólrun, Armgarð, John, André, Milan, Jónas G., Ranja, Rakul, Vár F, Jónas R., Vár D. og Sarita, landsliðsvenjari
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Teir 11 yngru rógvararnir á landsliðnum í inniróðri vunnu í alt 13 heiðursmerkir, og eldru rógvararnir á landsliðnum vunnu íalt 6 heiðursmerkir.

Føroysku luttakararnir luttóku við 30 kappingarsetrum og vunnu sostatt 17 heiðursmerkir í alt.

Tíðir og plaseringar

30+ Masters Lættvekt
Nr. 1 Sarita – 2000m
Nr. 1 Sarita – 500m

U14 gentur – 3 min
Nr. 1 Sólrun Lützen 777m
Nr. 2 Vár Dánjalsdóttir í Húsinum 762 m
Nr. 5 Vár Fróðadóttir 738 m

U14 dreingir – 3 min
Nr. 2 Jónas Reinert 811 m

U15 gentur – 4 min
Nr. 1 Armgarð Sigurdsdóttir 1039 m

U15 dreingir – 4 min
Nr. 2 Jónas G. Hansson 1169 m
Nr. 3 Milan Guðjónsson 1143 m

U16 gentur – 2000 m
Nr. 5 Rakul Hansen 7.46,0

U16 dreingir – 2000 m
Nr. 4 André Johannesen 6.54,9
Nr. 6 John Magnusarson 6.59,4

U17 gentur – 2000 m
Nr. 2 Ranja Tórfinnsdóttir 7.51,6

Sprint 200 metrar:

U15 gentur
Nr. 1 Armgarð 0.40,3
Nr. 5 Vár Dánjalsdóttir í Húsinum 0.41,
Nr. 7 Sólrun Lützen 0.41,7
Nr. 13 Vár Fróðadóttir 0.43,9

U15 dreingir
Nr. 2 Milan Guðjónsson 0.34,6
Nr. 2 Jónas G. Hansson 0.34,6
Nr. 7 Jónas Reinert 0.39,0

U17 gentur
Nr. 5 Rakul Hansen 0.40,6

U17 dreingir
Nr. 2 André Johannesen 0.32,9
Nr. 3 John Magnusarson 0.34,1

U19 gentur
Nr. 3 Ranja Torfinnsdóttir 0.38,4

Zoe Dickson, Vár Guriardóttir og Sára Maria Johansen, sum eru á føroyska landsliðnum fyri vaksin, eru dagliga knýttar at donskum felagi.

Tær róðu seg eisini til heiðursmerkir.

U23 lættvekt – 2000m
nr. 2 Zoe Dickson

U23 – 200 m sprint
nr. 1 Vár Guriardóttir Hansen

Stafett 500 m:
nr. 1 Zoe Dickson/DSR

Stafett 1000 m:
nr. 1 Sára Maria Johansen/KVIK

Hetta vikuskiftið skulu vaksnu rógvararnir á landsliðnum kappast í Paris, um evuropameistaraheitið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. Jan 2023

53 Leygardagur 28. Jan 2023

Oddaliðini vunnu spælandi

Tað styttist við einum hálvum stigi millum oddaliðini Sandavág og Havnina í fremstu deildini í landskappingini í talvi sunnudagin

Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen (t.v.) úr Sandavágs Talvfelag. Hann hevur verið flúgvandi í landskappingini í vetur og hevur fult stigatal - seks stig í seks dystum
SkrivaÐ:

Innsent

Tað var sætta umfar, ið var á skránni sunnudagin. Bæði oddaliðini vunnu, men Havnin vann við hálvum stigi fleiri, enn vágamenn vunnu við.

Hesaferð eydnaðist A-liðnum hjá Havnini at vinna 4-0 á felagsins B-liði í innanhýsis dysti teirra millum. Ofta hevur B-liðið argað A-liðið, men hesaferð vóru føroyameistarnir eirindaleysir. Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen vunnu allir.

Vágamenn vunnu í sínum lagi stórsigur á kollfirðingum. Tað bleiv tó ikki 4-0, men 3½-½. Silas Eyðsteinsson mátti sættast við remis á triðja borði móti veteraninum Bernhardi Thomsen.

Sandavágur er nú tvey stig frammanfyri Havnina. Skal ein verulig FM-finala fáast í síðsta umfari, tá oddaliðini hittast til hin seinna innanhýsis dystin, skal munurin helst ikki gerast størri enn hann longu er.

Í triðja dystinum í 1. deild endaði tað við javnleiki millum bæði klaksvíksliðini. A-liðið vann á ovaru borðunum, B-liðið á teimum aftaru.

Úrsltiini sunnudagin:

[object Object]

Dystirnir í sjeynda umfari í 1. deild verða fyrsta sunnudag í februar.

Spennandi í hinum deildunum
Telvað varð í øllum deildum farna vikuskifti. Í stuttum er at siga, at kappingin er jøvn og spennandi í øllum deildum. 

Sandavágs Talvfelag er á odda í 2. deild eins væl og í 1. deild, og stendur tí til at fáa tvey lið í bestu deildini komandi kappingarár. Tá kann henda seg, at bara trý feløg eru umboðað í deildini - øll við tveimum liðum hvørt.

Í 3. deild eru sundalagsmenn í Róki á odda, men teir eru í harðari kapping við fleiri lið. Og í 4. deild stendur á jøvnum í toppinum millum gøtumenn og klaksvíkingar.

Í unglingadeildini eru havnardreingir á odda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2023

54 Leygardagur 28. Jan 2023

Helgi ósigraður í EM

Føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, stóð seg væl í almennu EM-kappingini í kviktalvi í Katowice í Polandi stutt undan jólum

 
SkrivaÐ:

Innsent

Føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, stóð seg væl í almennu EM-kappingini í kviktalvi í Katowice í Polandi stutt undan jólum.

Helgi endaði nummar 20 av í alt 910 telvarum úr øllum Evropa, sum kappaðust. Helgi fekk 8½ stig. Ellivu umfør vóru. Føroyingurin vann seks talv, telvaði fimm jøvn og tapti einki. Tó at Helgi ikki møtti telvara við hægri styrkitali, er talan um frálíkt úrslit. Helgi hevur styrkitalið 2580 í kviktalvi.

Helgi Dam Ziska. Nummar 20 í EM í kviktalvi.

Teir fremstu tríggir í EM-kappingini vóru:
1. Jaime Santos (Spania) 9½ stig
2. David Navara (Kekkia) 9
3. Daniel Fridman (Týskland) 9

Ellivu telvarar fingu 9 stig í alt. Teirra millum kunnu nevnast Nils Grandelius úr Svøríki og Hannes Stefansson úr Íslandi. Síðani vóru í alt 22 telvarar, ið fingu 8½ stig. Umframt Helga kann nevnast Michael Adams, sum hevur verið fremsti telvari í Onglandi seinastu á leið 25 árini.

Í kviktalvi hava telvarar á leið eitt korter í part til talvið. 

Dagførdur styrkilisti
Altjóða talvsamgongan FIDE hevur kunngjørt fyrsta styrkilistan í nýggja árinum. Bara smærri broytingar eru í topp 10 yvirlitinum í Føroyum í mun til seinasta listan.

Topp 10 í Føroyum
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2546
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2397
3. IM John Arni Nilssen, ST 2321
4. Martin Poulsen, HT 2311
5. Rógvi Egilstoft, ST 2290
6. IM John Rødgaard, VT 2278
7. Olaf Berg, HT 2217
8. Luitjen Akselsson Apol, HT 2215
9. Flóvin Tór Næs, HT 2211
10. Jóan Hendrik Andreasen, HT 2192

Umleið 350 telvarar eru virknir í teimum níggju talvfeløgunum í Føroyum.

Føroyar standa nummar 76 í røðini av teimum í alt 200 londunum, sum eru á yvirlitinum hjá FIDE. Noreg er nummar 14, Svøríki 29, Danmark 31, Ísland 42 og Finnland nummar 52.

Hóast Føroyar eru lutfalsliga frammarlaga í talvi í heimshøpi eftir fólkatalinum, so hava vit framvegis ikki fleiri enn tríggjar telvarar við altjóða heiti. John Rødgaard hevur verið altjóða meistari (IM) síðani 1990, John Arni Nilssen tryggjaði sær sama heiti í 2006, og so fingu vit í 2016 fyrsta stórmeistaran (GM).

Ísland hevur afturímóti tólv virknar stórmeistarar og ellivu virknar altjóða meistarar. Ísland var eitt skifti fremsta talvtjóðin í heiminum eftir fólkatalinum. Føroyingar kendu seg smáar afturímóti í 80-unum. Ísland gjørdist nummar fimm á talvolympiaduni í Dubai í 1986 við fimm stórmeistarum á liðnum. Men í dag er eingin telvari í Íslandi við hægri styrkitali enn føroyski stórmeistarin.

Í klassiskum standardtalvi telist Helgi Dam Ziska millum teir fremstu í norðurlondum. Í Noregi eru fimm telvarar við hægri styrkitali enn Helgi, í Danmark og Svøríki hevði Helgi verið nummar trý, í Finnlandi nummar tvey og í Íslandi nummar eitt.

15 teir bestu í norðurlondum:
1. GM Magnus Carlsen (Noreg) 2859
2. GM Nils Grandelius (Svøríki) 2660
3. GM Aryan Tari (Noreg) 2653
4. GM Jon Ludvig Hammer (Noreg) 2630
5. GM Jonas Buhl Bjerre (Danmark) 2616
6. GM Mads Andersen (Danmark) 2609
7. GM Simen Agdestein (Noreg) 2583
8. GM Johan-Sebastian Christiansen (Noreg) 2574
9. GM Tomi Nyback (Finnland) 2567
10. GM Evgenij Agrest (Svøríki) 2567
11. GM Helgi Dam Ziska (Føroyar) 2546
12. GM Hjørvar Steinn Grétarsson (Ísland) 2544
13. GM Erik Blomqvist (Svøríki) 2538
14. GM Frode Urkedal (Noreg) 2536
15. GM Allan Stig Rasmussen (Danmark) 2532

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. Jan 2023

55 Leygardagur 28. Jan 2023

Trý átøk eru í uppskoti til ÍtróttaÁTAKIÐ 2022

”Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn” hjá Tórshavn Boksing, “Special Olympics fótbóltsliðið” hjá Havnar Bóltfelag og “Felagsliðið hjá Støkk” hjá fimleikafelagnum Støkk, eru í uppskoti til at fáa heiðurin átakið 2022

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

”Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn” hjá Tórshavn Boksing, “Special Olympics fótbóltsliðið” hjá Havnar Bóltfelag og “Felagsliðið hjá Støkk” hjá fimleikafelagnum Støkk, eru øll mennandi og fevnandi átøk, sum eru í uppskoti til at fáa heiðurin ÁTAKIÐ 2022 á ÍtróttaFAGNAÐINUM 4. februar 2023.

ÍtróttaÁTAKIÐ 2022 verður latið einum persóni, felagi, sambandi ella øðrum, sum hevur tikið stig til eitt átak, ið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum á serstakan hátt.

”Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn” - Tórshavn Boksing er eitt átak, har Tórshavn Boksing letur dyrnar upp fyri ungum, sum hava ymiskar avbjóðingar í gerandisdegnum. Tað kann verða orsakað av t.d rúsevnamisnýtslu, ósemju við familju og vinir, ella tey hava onkra diagnosu, sum ger, at gerandisdagurin ikki hongur saman. 

Óansæð hvat trupulleikin er, so eru venjarar og hjálparar altíð fyrikomandi, hjálpsamir og stuðlandi mótvegis tí einstaka ungdóminum, sum kemur niðan á felagshølini hjá Tórshavn Boksing á Hjalla. 

Øll eru vælkomin, eisini hóast ein ikki megnar at venja so nógv. Men ein blanding av venjingum og ymiskum sosialum tiltøkum skapa gleði og trivnað hjá hesum ungu og ger, at tey fáa hug at koma aftur eina aðru ferð, har tey kanska tá megna at fylgja ætlaðu venjingunum. 

Átakið ”Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn” er eitt almannagagnligt (nonprofit) tiltak uttan vinning fyri eyga. Tað er ókeypis fyri tey, sum luttaka, og venjarar og hjálparfolk gera hetta sjálvboðið og ólønt.

”Special Olympic fótbóltsliðið” - Havnar Bóltfelag er átak, har tað hvørja viku verður skipað venjing fyri vaksin við menningartarni, og í oktober umboðaði hetta liðið Føroyar í Special Olympics smálandakapping í Liktinstein. Dreingirnir avrikaðu sera væl og komu heim aftur sum vinnarar av B-bólkinum. 

Umframt, at hetta var eitt avbera gott ítróttaligt avrik, so er talan eisini um eitt átak, sum á fyrimyndarligan hátt livir upp til treytirnar fyri at vera kosið ársins átak. Við tilboðnum um regluliga venjing fyri hesum málbólkinum, verður felagsskapurin styrktur og víðkaður, soleiðis, at vaksin við menningartarni eisini eru virkin partur av fótbóltsfamiljuni. 

Tilboðið er skipað í samstarvi millum HB, Parasport Føroyar og FSF.

Felagsliðið hjá Støkk er eitt nýtt átak hjá Støkk, ið byrjaði, tá hetta fimleikaárið fór av bakkastokki. Liðið er fyri øll tey, ið dáma væl at gera fimleik og sum ynskja fleiri fimleikaløtur, venjingar og upplivingar.

Høvuðsendamálið við felagsliðnum er at økja um samanhaldið, trivnaðin og felagskensluna í felagnum. Fyri at luttaka á felagsliðnum er einasta krav, at tú longu ert íðkari ella venjari í Støkk og ert millum 12 og 100 ár. Felagsliðið er sera væl móttikið og heili 65 støkkarar eru partur av liðnum, ein góður blandingur av kvinnum, monnum, gentum og dreingjum. Liðið hevur 7 venjarar og venur 2-3 tímar triðjahvønn leygardag. Liðið fer m.a. at framføra til árligu fimleikaframsýningina hjá Støkk í mars mánaða og fer eisini á eina venjingarlegu.

Nevndin í Støkk hevur lagt stóra orku í hetta nýggja átakið hjá felagnum, og hevur sera góðar vónir um, at liðið fer at vaksa og økja áhugan at gera fimleik og styrkja bæði breiddar- og kappingarfimleikin.

Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaÁTAKIÐ 2021 eina peningaupphædd á 15.000 krónur. ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF leygarkvøldið 4. februar kl. 20.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2023

56 Leygardagur 28. Jan 2023

H71, Royn og Víkingur eru í uppskoti

Á ÍtróttaFAGNAÐINUM hjá ÍSF verður stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, viðurkent við heiðurslønini ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022

H71 vann trý útav fýra steypum í vaksnamannadeildini í fjør, og hevur ment eina rúgvu av spælarum, sum vísa seg væl fram aðrastaðni enn í Føroyum eisini (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tvey fótbóltsfeløg og eitt hondbóltsfeløg. Ítróttasamband Føroya hevur kunngjørt, at Víkingur, Royn og H71eru í uppskoti til viðurslønina ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022, sum verður latin á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Norðurlandahúsinum tann 4. februar.

Tað hevur verið møguligt at skotið upp eitt vælvirkandi felag ella samband, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði, til hendan stóra heiðurin.

Hjá fótbóltsfeløgunum verður serligur dentur lagdur á høga talið av íðkandi limum í feløgunum, at tey hava framgongd, hóast lutfalsliga avmarkað fólkagrundarlag.

Hjá Víkingi hevur hetta borið frukt við úrslitum fyri stuttari tíð síðani eisini: Besta mansliðið, sum í stóran mun er mannað við lokalum, og harav fleiri ungum, leikarum, vann steypakappingina í fjør, endaði nummar tvey í Betrideildini og kom víðari í Evropa.

Royn er eitt tað minsta fótbóltsfelagið í landinum, men hevur við menningarætlan og miðvísum arbeiði - og millum annað  ársins ítróttarfyrimynd 2022 í høvuðsleikluti - fingið økt munandi um talið av limum.

H71 hevur gingið undan - ikki bert innan føroyska hondbóltsheimin - men eisini tann føroyska ítróttaheiminum sum heild. Tað er ein sterk eind í Hoyvík, sum fær nógv stór úrslit í Føroyum og í evropeiskum dystum, og eisini einstakir spælarar sum skara framúr á landsliðnum og kappingum uttanfyri landoddarnar; skjótt eisini í allarstørstu hondbóltsdeildini í heiminum.

[object Object]
Uppá nøkur ár hava hoyvíkskvinnur vunnið seg upp í oddin í føroyskum hondbólti , og seinastu tvey árini hava tær fleiri ferðir spælt seg víðari í Evropa (Mynd: Sverri Egholm)

ÍSF skrivar soleiðis í grundgevingunum fyri hvørjum einstøkum tilnevndum felag: 

Víkingur hevur seinastu árini veruliga torað at sett sær stór mál – við at satsa uppá egnar leikarar og venjarar, og allir venjarar hjá børnum og ungum eru sjálvboðin, og netupp tað sjálvbodna arbeiðið er nakað, ið eyðkennir Víking.

Eisini hevur man í fleiri ár lagd stóran dent á at hava breiddini við, so langt upp sum møguligt. Av tí at fólkagrundarlagið ikki er serliga stórt (2272 fólk), so er tað jú av stórum týdningi, at fráfallið er so lítið sum møguligt, tí tá eitt lið skal mannast til heilan vøll við 11 leikarum (og fleiri á bonkinum), so er brúk fyri øllum.

Hetta hevur givið úrslit, tí Víkingur er tað felagið, ið hevur flest leikarar skrásettar í mun til fólkatalið í økinum/kommuni (458 skrásettir leikarar). Heili 20 % av fólkinum eru skrásett sum virknir fótbóltsspælarar.

Felagið hevur eisini fingið góð úrslit, og hevur m.a. vunnið kappingina um Løgmanssteypið ímóti KÍ við so at siga bert føroyskum leikarum, har nógv teir flestu eru uppvaksnir í felagnum. Víkingur endaði eisini á 2. plássi í landskappingini.

Í Víkingi leggja tey dent á at dyrka ein góðan felagsskap, tí tey bjóða eitt gott og seriøst tilboð til børn, ung og vaksin í nærumhvørvinum, og tí at tað er ein felagsskapur, har tað er pláss fyri øllum.

[object Object]
Síðst í oktober kundu Víkingarnir stórfegnast á Tórsvølli eftir steypafinalusigurin á KÍ (Mynd: EPA)


Ítróttafelagið H71 
hevur í mong ár – og ikki minst í 2022 – gingið undan sum felag og við greiðum visjónum fyri at menna føroyskan ítrótt og altjóða mál.

H71 hevur savnað leikarar, foreldur, sjálvboðin, fólk í Føroyum og uttan úr heimi, sponsorar, kommunur, land og mong, mong onnur um eina menning og um mál fyri føroyskan ítrótt og felagsskap, sum fá høvdu trúð møguligt.

H71 lærir frá sær allastaðni, og roynir at fáa onnur feløg í Føroyum at byggja á tað, ið er lært og vunnið i Hoyvík.

Úrslitini hava verið framúr, og felagið hevur ælt nógvar leikarar, sum nú spæla hondbólt á hægta stigi í útlandinum.

Bóltfelagið Royn:  er eitt lítið felag, sum hevur verið í stórari menning seinastu árini, og serliga í 2022 hevur menningin verið eyðsýnd.

Fyri fýra árum síðani bleiv ein menningarætlan sett í verk fyri barna– og ungdóms fótbóltin hjá Royn. Orsøkin var, at meginparturin av børnunum í Hvalbiar sókn ikki luttóku í nakrari ítróttargrein í síni frítíð. Vitandi um, at tað er sera umráðandi, at børn eru aktiv í síni frítíð í einum sunnun felagsskapi, fór Royn í holt við at skipa sítt virksemi samsvarandi.

Í 2022 gjørdi Royn av at seta tveir høvuðsungdómsvenjarar í starv. Annar av hesum var Brynjar J. Poulsen, ið fekk heiðurin ársins ítróttarfyrimynd 2022, og hetta hevur riggað sera væl, og fleiri eru løgst afturat felagnum.

Vøksturin í limatalinum millum børn og ung í 2022 er heili á 34 prosent, og í dag eru útvið 60 prosent av øllum børnum og ungum í sóknini limir í Royn. Foreldur eru somuleiðis aktiv í felagnum sum sjálvboðin, og er Royn tí ein breiður felagsskapur, har pláss er fyri øllum.

At Royn, sum eitt tað minsta felag í landinum, tordu at droyma stórar dreymar og seta teir í verk fyri fýra árum síðani, hevur nú givið ávøkst og er til stóra gleði fyri børn, ungdóm og familjur teirra.

[object Object]
Ungi høvuðsungdómsvenjarin hjá Royn, Brynjar Poulsen, gjørdist í fjør Ársins ÍtróttaFYRIMYND (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Umframt sjálvan heiðurin fær ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022 eina peningaupphædd á 15.000 krónur. ÍtróttaFAGNAÐURIN verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 4. februar klokkan 20.

Føroya Styrkisamband gjørdist ársins ÍtróttaFELAGSSKAPUR í fjør.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. Jan 2023

57 Leygardagur 28. Jan 2023

Minningarorð um Sigruna Guldbrandsø Nolsøe

Á ársins seinasta degi í 2022 andaðist Sigrun Guldbrandsø Nolsøe. Tá var hennara 89 ára langa lív komið at enda

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Kristianna Winther Poulsen

Á ársins seinasta degi í 2022 andaðist Sigrun Guldbrandsø Nolsøe. Tá var hennara 89 ára langa lív komið at enda.  

Sigruna kendi eg, tí hon allan mín barndóm og ungdóm var grannakona okkara á Hvítanesvegnum, og hon og mamma mín gingu næstan dagliga inn á gólvið hjá hvørji aðrari. 

Sigrun og maðurin Thórolvur bygdu hús á Hvítanesvegnum í 1965, og tá foreldur míni og míni eldru systkin búsettust á Hvítanesvegnum í 1967, búðu Sigrun og Thórolvur í grannahúsinum saman við børnunum Jens Paula og Katarinu. So Sigrun hevur verið partur av mínum gerandisdegi, alt tað, eg minnist. 

Sigrun er fødd í Vestmanna í 1933, og foreldrini vóru av Stykkinum og av Válinum í Vestmanna. Ein lagnustund fyri Sigruna var, tá hon sum 2 ára gomul datt út av køksvindeyganum í barndómsheiminum í Vestmanna og fekk stóran skaða á høgra bein. Hendan ógvusliga vanlukkan gjørdi, at beinið seinni varð tikið. 

Tað var rørandi at hoyra hana fortelja um barndómin, og um, hvussu hon sum smágenta púra einsamøll var í Keypmannahavn í longri tíð til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsinum. Í sendingini Minnismyndir, sum Marianna Debes Dahl legði til rættis, ber til at hoyra Sigruna fortelja um barndómin í Føroyum og um tíðina í Keypmannahavn. Ein sera áhugaverd sending um gerandislív og heilsuverk í Føroyum í 30- og 40-árunum. Sendingin er at finna á kvf.fo. 

Sigrun tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1958 og eftir eitt stutt skifti sum lærarinna í Vestmanna og nøkur ár í Kommunuskúlanum undirvísti hon á Venjingarskúlanum frá 1968, til hon fór úr starvi í 1996. 

Sigruni dámdi væl sítt lívsyrki, og hon tosaði altíð so jaliga um bæði næmingar og starvsfelagar. Hon kom væl fyrireikað til undirvísing og var góð við næmingarnar, sum hon lærdi at síggja møguleikar heldur enn avmarkingar. 

Sigrun hevði stóran alsk til lærdóm, og hon var á skeiði í serundirvísing í 1965 og 1966 og á praktikklæraraskeiði í 1968 til 69. Eisini var hon á ársskeiði á Fróðskaparsetri Føroya í 1981 til 82, og í 1986 bleiv hon liðug sum serlærari. So hon var sanniliga dømi um lívslanga læring, langt áðrenn hetta fyribrigdi hevði fingið eitt heiti. 

Sigrun var altíð blíð at vitja og áhugaverd at tosa við. Hon gjørdi ongan háva burturúr sær sjálvari, og samrøðurnar við hana vóru róligar og hugnaligar. Hon var nærverandi at tosa við, og hon spurdi altíð so áhugað um tað, sum systkin míni og eg fingust við.  

Sigruni dámdi væl at lesa, og eg minnist, hvussu eldhugað hon fortaldi um tær nógvu bøkurnar, hon las. Eisini enskar krimirøðir vóru ein væl dámd tíðardvølja.  

Hon var sera errin av sínum 5 ommubørnum og fylgdi væl við í teirra lívi. Eisini hevði hon 3 langommubørn, tá hon fór foldum frá.  

Tankarnir leita til Jens Paula og Katarinu og til øll tykkara. Tit hava mist eina góða og trúgva mammu, vermammu, ommu og langommu, og saknurin man vera stórur. 

Friður veri við minninum um Sigruna Guldbrandsø Nolsøe. 

Vegna okkum á Hvítanesvegi 13, 
Kristianna Winther Poulsen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. Jan 2023