Leygardagur 04. februar 2023 | Nr. 5 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 18
SíÐa 3
SíÐa 7
SíÐa 19
SíÐa 12
SíÐa 67
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Tunnilsfelagið sum eigur Eysturoyartunnilin og stendur fyri at gera Sandoyartunnilin lýsti í vikuni nýggjan prís fyri persónbilar, sum eru skrásettir sum útleigubilar.
Grundgevingin frá tunnilsfelagsstjóranum var eitt ynski um at fáa inntøkur frá útlendingum, sum koyrdu gjøgnum tunnilin fyri at síggja listaverkið hjá Tróndi Patursson í rundkoyringini undir Saltnesgrynnuni.
Fyri túrin millum Skálafjørðin og Streymoynna, tekur tunnilsfelagið nú tað dupulta í mun til vanligar persónbilar. Og bara fyri at koyra tvørtur um Skálafjarðarmunnan, tekur felagið nú tað ferfalda fyri leigubilar. Hundrað krónur hvønn vegin!
Okur!
Ein løgin grundgeving eisini. Hví skal tað nú kosta eyka at koyra ígjøgnum tunnilin, tí eitt nógv róst ov avmyndað listaverk varð tikið við í verkætlanina?
Nú upplýsir tunnilsfelagið á sínum príslista ikki, hvat tað kostar bilum við útlendskum nummarspjaldri at koyra gjøgnum tunnilin. Kanska er tað tí, at tað er ókeypis, og felagið ikki hevur møguleika at fáa upplýsingar um eigaraviðurskiftini á bilum, sum eru skrásettir uttanlands.
Og kanska er tað tí, at tað, ið tunnilsfelagið missir upp á hesar bilar, nú skal smyrjast upp á bilarnar, ið verða leigaðir út av føroyskum fyritøkum, vistnokk mest til útlendingar.
Men tað er ikki bara fremmandafólk, sum leiga bil í Føroyum. Tað er eisini nógvir føroyingar, sum koyra í leigubilum. Eitt nú tey, sum hava fingið ein skaða á egnan bil, og hava fingið ein leigubil at koyra í meðan umvælingin fer fram, sum ein part av tryggingini.
Tað er eisini vanligt at bilasølur langtíðarleiga bilar út, kanska mest til arbeiðsbilar hjá fyritøkum. Her er eisini talan um akfør, ið eru frítikin fyri meirvirðisgjald, eins og vanligir útleigubilar, og tí verða skrásettir serstakt í akfarsskrásetingini.
Tí er tað, at ikki bara útlendingar, men eisini eitt stórt tal av vanligum verða revsað við okursprísum frá tunnilsfelagnum, hóast bilurin hevur eitt sokallað hald.
Og tí er tað, at nýggi príspolitikkurin hjá tunnilsfelagnum er órímiligur.
Sev hevur gjørt eina ætlan fyri hvussu tilfarið kann fáast burtur í sambandi við at ætlanin er at byggja orku- og pumpuverk inni í fjallinum
Ein nýggjur vegur skal gerast niðan í Heygadal í sambandi við nýtt vatnorkuverk skal byggjast inn í fjallið nærhendis núverandi Mýruverk.
Talan er um projektið, sum Sev kallar Mýruverkið II – ein sokallað ‘pump-storage’-skipan – sum kommunali orkufelagsskapurin hevur ætlanir um at fara undir í næstum.
Í farnu viku var ástaðarfundur í Vestmanna í sambandi við viðgerðina í lokalu friðingarnevndini.
Tað er ikki langt síðani, at táverandi borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Pauli Trond Petersen, kategoriskt boðaði frá, at kommunan valla fór at geva byggiloyvi til projektið, sum tað sá út tá.
Talan var nevniliga um at 250.000 rúmmetrar skuldu deponerast og tyrvast nakað longur uppi í Heygadali, tí tað ikki var møguleiki at flyta tilfarið, ið verður borað og sprungt innan úr fjallinum, burtur. Núverandi smali vegurin niðan til byrgingarnar í Heygadali og uppi á Mýrum, er nevniliga als ikki egnaður til nógva og stóra ferðslu.
Ætlaði vegurin verður bundin í landsvegin oman fyri Válin (Mynd: Sev)
Kemur at liggja kvívíkarmegin
Á framløguni, sum Sev hevði á ástaðarfundinum, kom tað tí rættiliga óvæntað fyri summi, at Sev nú hevur ætlanir um at gera ein nýggjan veg niðan.
Vegurin rakar í veruleikanum slett ikki vestmenningar, tí hann kemur at liggja hinu megin kommunumarkið til Kvívíkar.
David Reinert Hansen, ið er settur verkætlanarleiðari fyri nýggja Mýruverkið, greiðir frá hvussu og hví ætlanin er broytt í mun til ta, sum táverandi borgarstjórin segði kortanei til.
- Tað er ein sannroynd, at núverandi smali vegurin ikki er egnaður til nógva og tunga ferðslu við stórum bilum. Skal hann brúkast, skal nógv gerast við vegin, og hartil kemur tað at órógva tey, sum búgva fram við hesum vegnum.
- Ikki bara fyri at fáa stóru mongdina av gróti oman, men eisini fyri at flyta tilfarið niðan, sum skal brúkast í verkinum. Í summum førum er talan um rættiliga stórar og tungar lutir, sum skulu fáast niðan.
- Tað er ein orsøk til, at vit nú arbeiða við at gera ein nýggjan veg niðan til verkið, sum byrjar við landsvegin oman fyri Válin, greiðir David Reinert Hansen frá. Og hann heldur fram.
Vegur oman á bakkaverju
- Við hesum orku og pumpuverkinum kemur vatnstøðan í byrgingini í Heygadali at skifta nógv. Har fer at fløða og fjarða alt eftir hvussu líkindini eru at framleiða alternativa orku. Orsaka av skiftandi vatnstøðuni, verður mett neyðugt at gera bakkaverju fram við ‘fjørðuni’ har uppi. Tað vil siga, at vit fara at leggja grót fram við vatninum allan vegin rundanum.
- Og av tí, at stórt grót kortini skal leggjast fram við ‘sjóvarmálan’, so liggur ræði fyri at leggja ein koyriveg oman á hetta grótið. Soleiðis byrtist tankin um at gera ein nýggjan veg handaru megin ánna Heljareyga og við íbinding í landsvegin við Válin, sigur David Reinert Hansen.
Talan verður um ein arbeiðsveg. Breiddin verður fýra metrar við einum asfalteraðum spori í miðjuni. Nakað av tilfari skal spreingjast burtur í sambandi við at vegurin verður lagdur í líðina fyri at vegøkslin omaneftir ikki skal gerast alt ov høg, men rættiliga nógv av tilfarinum, sum kemur úr berginum í sambandi við at hellið til Mýruverkið II verður borað, skal leggjast í henda vegin.
Vegurin verður lagdur oman á bakkaverjuna, ið kortini skal gerast fram við vatngoymsluni í Heygadali (Mynd: Sev)
250.000 kubikk av gróti
Projektið Mýruverkið II snýr seg í stuttum um at leggja eitt orku- og pumpuverk inni í fjallinum.
Sett verður á fjallið har á leið, sum núverandi Mýruverk er. Haðani skal borast 500 metrar inn har eitt stórt helli verður sprongt út at rúma orkuverkinum og teknikkinum, sum skal brúkast í tí sambandi.
Roknað verður við, at borast skulu 2.500 rúmmetrar av gróti fyri at geva pláss fyri hesum verkinum. 2.500 rúmmetrar svarar til umleið 2,5 kilometrar av "vanligum tunli", metir verkættlanarleiðarin.
Tað skal eisini borast ein tunnil í erva – frá byrgingini uppi á Mýrum og yvir til har, sum vatnið skal renna oman í nýggja Mýruverkið.
Grótið frá hesum tunnlinum verður ikki ført oman, tí nýggi ætlaði vegurin fer ikki longur niðan, enn til núverandi Mýruverk. Tí skal grótið, sum kemur frá tí tunnlinum – tað er umleið 80.000 rúmmetrar, deponerast og tyrvast í náttúruna har uppi.
Men í mun til upprunaligu ætlanina er sostatt talan um eina nógv minni mongd av gróti, ið skal leggjast í náttúruna nú, greiðir David Reinert Hansen frá.
Tilboð skulu heintast fyrst
Enn eru neyðugu loyvini ikki fingin. Fyrst skal verkætlanin gjøgnum vanligu viðgerðina umvegis friðingarmyndugleikarnar. Ávísar árinskanningar eru longu gjørdar, og møguliga skulu fleiri gerast. Málið er í løtuni hjá lokalu friðingarnevndini, og skal seinni gjøgnum yvirfriðingarnevndina eisini.
Enn hava kommunurnar, Vestmanna og Kvívík, ikki fingið umsóknirnar um byggiloyvi, men tær eru kunnaðar um ætlanina.
Sev roknar við innan fyri hetta komandi árið at hava gjørt tilfarið klárt til útbjóðingar. Tí fyrr enn tilboð upp á arbeiðini eru komin inn, er ikki møguligt hjá Sev at taka endaliga støðu til verkætlanina. Tey mugu fáa prísin fyrst.
Tá so avgerð er tikin um at fara í gongd við projektið, verða umsóknirnar sendar kommununu.
Sev hevur mett kostnaðin at gera hetta nýggja verkið til 1,3 milliardir krónur. Sev kundi í fjørsummar boða frá, at fíggingin er fingin til vega, tá norðurlendski íløgubankin, NIB, játtaði eitt 15 ára langt lán á 250 milliónir krónur. NIB setur vanliga krav um, at aðrir lángevarar eru við í verkætlanini, og Sev upplýsir, at avtalur eru gjørdar við bæði peningastovnar og tryggingarfeløg í Føroyum, norðurlondum og Amerika.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2023
Koyrir tú í einum leigaðum persónbili gjøgnum Eysturoyartunnilin, er prísurin 150 krónur hvønn - hóast bilurin hevur tunnilshald
Um tú fert ein biltúr í einum leigubili gjøgnum Eysturoyartunnilin, eitt nú tí tin egni bilur er á verkstað, so er prísurin tann tvífaldi í mun til vanliga bilin.
1. februar komu nýggir prísir at galda, og ein av broytingunum nú er, at tað verður dýrari at koyra gjøgnum tunnilin hjá teimum bilum, sum eru skrásettir sum leigubilar.
Prísurin hvønn vegin er 150 krónur um bilurin hevur hald. Tað er tað tvífalda av hvat tað kostar vanligum persónbili. Prísurin uttan hald er 175 krónur fyri bæði vanligar persónbilar og leigubilar.
Teitur Samuelsen, stjóri fyri Eysturoyar- og Sandoyartunlar sigur, at avgerðin er tikin fyri at skaffa tunnilsfelagnum fleiri inntøkur.
- Tað hevur verið tosað um at leggja aðrar prísir á útlendsk ferðafólk. Tað er tað, vit gera við hesi prísbroytingini, tí vit hava varhugan av, at fleiri turistar taka ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin fyri at uppliva listaverkið í rundkoyringini, sigur Teitur Samuelsen.
Tunnilsfelagið kann út frá nummarspjaldrinum á bilinum síggja, um talan er um leigubilar, tí leigubilar eru skrásettir sum slíkir í akfarsskrásetingini.
Teitur Samuelsen metir, at tunnilsfelagið í fjør fekk millum tvær og tríggjar milliónir krónur í inntøkum frá leigubilum. Við at tvífalda prísin fyri hesar, kann felagið fáa ein munandi vøkstur í inntøkuni, metir tunnilsstjórin.
Hann sigur, at leiðslan í partafelagnum hevur tikið avgerðina, hóast vitandi um, at broytingin eisini kemur at raka føroyingar.
Henda skipan verður eisini galdandi, tá Sandoyartunnilin letur upp, væntandi móti endanum av árinum. Prísurin á tunnlunum verður hin sami. Men hetta er ikki galdandi fyri Vága- og Norðoyatunnilin, tí hesir tunnlar liggja í øðrum feløgum.
Tey, sum leiga bilar út harmast um avgerðina hjá tunnilsfelagnum.
Mikael Koba, sum hevur útleigufyritøkuna JustDrive, hevur í kvøld sent tíðindaskriv út, har felagið ræður kundum sínum til at umhugsa gjølla hvønn veg tey velja at koyra.
- Við tað at tunnilsfelagið hevur valt at tvífalda prísin, mæla vit kundum okkara til heldur at taka ókeypis alternativið yvir brúnna um Streymin, verður millum annað sagt í skrivinum frá Just Drive
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2023
Talið á bilum til útleigan skiftir við árstíðini
Tað verða umleið 1.000 bilar raktir av ógvusliga prísvøkstrinum, sum tunnilsfelagið aftan fyri Eysturoyar- og Sandoyartunnilin júst hava lagt á leigað akfør.
Tá nýggir prísir vórðu settir at galda pr. 1. februar var prísurin at koyra tvífaldaður fyri persónbilar, ið eru skrásettir sum útleigubilar.
Hvussu nógvir bilar talan er um, er ilt at siga, tí leigubilar verða útskiftir alla tíðina. Sostatt eru nógv fleiri leigubilar skrásettir í summarmánaðunum enn á hávetri.
Júst farna ársskifti vóri 903 persónbilar skrásettir sum leigubilar. Tað er eitt sindur færri enn 1. juli í fjør, tá talið var 1.028. Seinasta ársskiftið vóru teir 743 í tali.
Í 2020 og 2021 meðan ferðafólkavinnan var í einum aldudali orsaka av korona vóru ikki so nógvir leigubilar, millum 710 og knapt 750, upplýsir Akstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. februar 2023
Prísurin fyri vanligar persónbilar at koyra millum Streymoy og Sandoy verður 75 krónur hvønn vegin. 175 krónur hjá teimum, sum ikki hava hald
Tá nýggi undirsjóvartunnilin til Sandoyar letur upp, væntandi í desember, verður prísurin at koyra gjøgnum tunnilin tann sami, sum tað í løtuni kostar at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin.
Tað vil siga, at persónbilar skulu rinda 75 krónur hvønn vegin – 175 um bilurin ikki hevur hald.
Hartil verður sama avsláttarskipanin galdandi, sum í Eysturoyartunnlinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2023
Landsstýrismaðurin við lógarmálum fer í barsilsskipanina sum øll onnur, tað tíðarskeiðið hann er í barsil
1. februar fór landsstýrismaðurin við lógarmálum, Bjarni Kárson Petersen, í barsilsfarloyvi.
Næstu átta vikurnar verður hann í farloyvi, og tað verður sum øll onnur í barsilsskipanini.
Tað merkir, at hann fer langt niður í løn. Landsstýrisfólk fáa 73.508 krónur í lønarsamsýning um mánaðin, og í barsilsskipanini er mesta útgjald 25.000 krónur um mánaðin.
- Barsilsgjaldið verður roknað eftir miðal mánaðarligu A-inntøkuni seinasta árið, áðrenn barsilsfarloyvið byrjar, skrivar Barsilsskipanin á heimasíðuni.
- Hevur tú tjent minni, fært tú minni. Hevur tú tjent meira, mást tú vera tann peningin fyriuttan, um tú ikki hevur aðra avtalu við arbeiðsgevaran hjá tær. Umframt útgjaldið fært tú eisini 8 prosent í bundnum eftirlønargjaldi, verður sagt.
Vónar at fleiri pápar síggja virði í at fara í barsil
- Fyrsta tíðin saman við barninum er serstøk. Vit pápar eiga eisini hesa tíðina, men duga kanska ikki so væl at raðfesta hana. Tað er ein tíð, ið tú ikki fært aftur, og er tískil dýrabar, og ta tíðina ynski eg at raðfesta og njóta til fulnar. Eg vóni, at fleiri pápar fara at síggja virði í at fara í barsil í framtíðini, óansæð um man er landsstýrismaður, handverkari ella lærari, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.
Meðan landsstýrismaðurin er í barsil, tekur løgmaður sær av hansara málsøkjum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2023
Løgmaður tekur sær av málsøkinum lógarmál næstu átta vikurnar. - Fyrsta tíðin saman við barninum er serstøk. Vit pápar eiga eisini hesa tíðina, men duga kanska ikki so væl at raðfesta hana. Tað er ein tíð, ið mann ikki fær aftur, sigur Bjarni Kárason Petersen
Bjarni Kárason Petersen landsstýrismaður við lógarmálum, fer í barnsburðarfarloyvi frá 1. februar og átta vikur fram, at vera heima hjá lítlu Bjartu, ið er átta mánaðar gomul.
Talan er um eina søguliga løtu, tí hetta er fyrstu fer í Føroyum, at ein landsstýrismaður ella landsstýriskvinna fer í barsilsfarloyvi, meðan tey sita í landsstýrinum.
- Fyrsta tíðin saman við barninum er serstøk. Vit pápar eiga eisini hesa tíðina, men duga kanska ikki so væl at raðfesta hana. Tað er ein tíð, ið mann ikki fær aftur, og er tískil dýrabar, og ta tíðina ynski eg at raðfesta, og njóta til fulnar. Eg vóni at fleiri pápar fara at síggja virði í at fara í barsil í framtíðini, óansæð um man er landsstýrismaður, handverkari ella lærari, sigur Bjarni Kárason Petersen, sum beint fyri jól gjørdist landsstýrismaður við lógarmálum.
Løgmansskrivstovan boðar frá, at tað verður løgmaður, ið er útbúgvin advokatur, ið tekur sær av hansara málsøkjum. Aksel V. Johannesen skal harvið eisini røkja lógarmál fram til síðst í mars, tá Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn kemur aftur úr barnsburðarfarloyvi.
Bjarni Kárason Petersen eigur Bjartu saman við unnustuni Barbaru Gaardlykke Apol. Her eru tey avmyndað undir valstríðnum til fólkatingsvalið, tá tey stillaðu upp fyri hvør sín flokk
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2023
Landsstýrið tekur væntandi av einum tilboði, sum er nakað lægri enn virðið, sum ráðgevin, grannskoðarafelagið Januar, metti partabrøvini til, upplýsti Ruth Vang fyri løgtinginum í vikuni
Alt bendir á, at landið er sinnað at selja landsins ognir í Pf. Tjaldur fyri nakað minni, enn virðismetingina.
Tað upplýsti Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum á løgtingi mánadagin.
Løgtingið viðgjørdi eina broyting í bráfeingis fíggjarlógini, og hetta uppskot inniheldur eisini eina heimild til landsstýrið at selja landskassans ognir í partafelagnum.
Í fíggjarlógini fyri 2022, varð virðið av partabrøvunum í Pf. Tjaldri sett til 7 milliónir krónur, sum er áljóðandi virðið av partabrøvunum. Men í lógaruppskotinum nú, verður virðið mett at liggja millum 18,2 og 23,1 milliónir krónur. Hetta byggir á eina meting, sum grannskoðarafelagið Januar hevur gjørt í sambandi við at felagið ráðgevur landskassanum við hesi søluni.
Men Ruth Vang upplýsti fyri tinginum, at landsstýrið hevur fingið eitt endaligt boð á 16,1 milliónir krónur, sum ráðgevararnir mæla landskassanum at taka av.
Landsstýriskvinnan segði, at hóast tilboðið liggur nakað lægri enn metingina hjá ráðgevaranum, so er hetta eitt nøktandi tilboð, tí tað er vanligt við avsláttri, tá talan er um ein so lítlan part, nevniliga 2,8 prosent av samlaða partapeninginum, og at talan er um eitt tilboð, ið er munandi hægri enn upprunaliga virðið á 7 milliónir krónur.
Løgtingið skal geva endaligt samtykki, áðrenn landsstýrið kann avgreiða henda handilin.
Uppskotið um broytingarnar í bráðfeingis játtanarlógini er nú til viðgerðar í løgtingsins fíggjarnevnd.
Gamalt felag
Pf. Tjaldur er eitt gamalt partafelag – tað elsta í føroysku partafelagsskrásetingini – tí tað er tað triðja, ið er skrásett í Føroyum. Upprunaliga er talan um Skipafelagið Føroyar.
Í dag er Pf. Tjaldur eitt íløgufelag, sum hevur sett pengar í onnur vinnurekandi feløg í Føroyum.
Fyritøkur, har Tjaldur er partur av eigaraskarðanum eru eitt nú JT Electric, Nema, Effo og Vindrøkt umframt aðrar.
Á heimasíðu felagsins verður sagt, at Tjaldur hevur sum mál at gera íløgur innan fiskivinnu og orku og so feløg, ið eru atknýtt hesum vinnum.
Rúni M. Hansen er nevndar formaður í Pf. Tjaldur. Hinir nevndarlimirnir eru Líggjas í Bø og Helge Lund. Janus Thomsen er stjóri í felagnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2023
Knapt 230.000 ferðir lógu fólk nátt á føroysku gistingarhúsunum í fjør. Tað er met, hóast nýtslustigið var lægri enn í 2019
Gistinæturnar á føroysku gistingarhúsunum settu met í 2022, tá tær vóru knapt 230.000 í tali. Nýtslustigið var hinvegin minni enn í 2019. Tað upplýsir Hagstovan, sum í dag kunngerð hagtølini fyri gistinætur fyri 2022.
Hóast lakari heyst og vetur enn í 2019, settu gistingarnar met í 2022. Mánaðirnir frá januar til august settu allir met. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista.
Slakar 204.000 gistingar vóru á gistingarhúsunum í Tórshavnarøkinum í fjør. Tað er nærum ein tvífalding samanborið við 2019, ið var besta árið. Sama bjarta gongd sæst tó ikki aftur á gistingarhúsunum uttan fyri Havnina, har gistinæturnar vóru góðar 25.000. Tað er væl hægri enn í 2020, men framvegis undir stignum undan koronufarsóttini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Talið av gistináttum hjá ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark hevur eisini sett met. Gistinæturnar hjá teimum vóru nærum tvífalt so nógvar í fjør sum í 2021. Gistingarnar hjá hesum ferðafólkum eru nú nærum 90.000, sum er 5 prosent meira enn í 2019.
Næturnar hjá ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark vóru í 2021 góðar 46.500 í tali. Í 2019 vóru næturnar slakar 85.500.
Danir gistu eisini meira á føroysku gistingarhúsunum í fjør. Gistinæturnar hjá dønum vóru góðar 89.000 í fjør og tað er met. Tað svarar til ein vøkstur á 28 prosent í mun til árið fyri. Í 2019 vóru tær 50.000 í tali.
Føroyingar vitjaðu ikki gistingarhúsini eins nógv í 2022 sum árið fyri. Næturnar vóru góðar 49.000 í tali. Tað svarar til ein minking á 14 prosent samanborið við 2021.
Góður helmingur av kømrunum á føroysku gistingarhúsunum vóru brúkt í fjør. Tað er eitt lægri nýtslustig enn í 2019, tá tað var hægst. Tá vóru knøpp 60 prosent av kømrunum brúkt.
Síðani 2019 eru tvey størri gistingarhús latin upp og onnur eru útbygd.
Tað eru serliga fólk, ið eru á frítíðarferð, sum vitja gistingarhúsini. Í fjør vóru tað 70 prosent av innskrivaðu fólkunum, sum vóru á frítíðarferð, meðan 30 prosent vóru á starvsferð. Í 2019 og 2020 var býtið ávíkavist góð 60 prosent frítíðarferð og 40 prosent starvsferð.
Í fjør vóru innskrivingarnar í sambandi við frítíðarferðir góðar 66.000 í tali. Hetta er met.
Talið av starvsferðum vaks eisini í 2022 í mun árið fyri. Tó resta knapt 1.500 innskrivingar fyri at røkka upp á stigið, sum tað var í 2019, tá tað var hægst við gott 30.100, skrivar Hagstovan á netinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2023
Vinnutíttleikin í Føroyum er serstakliga stórur samanborið við onnur lond í Evropa, sigur Hagstovan
32.900 av teimum knapt 38.700 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru í arbeiðsfjøldini, og sostatt er talan um ein vinnutíttleika á 84,9 prosent.
Og vinnutíttleikin í Føroyum er serstakliga stórur samanborið við onnur lond, skrivar Hagstovan.
Ein tann størsti munurin millum Føroyar og hini londini er, at bæði tey ungu, tey eldru og kvinnurnar í Føroyum eru meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni.
Longu frá 15 til 20 ára aldur er vinnutíttleikin um 80 prosent í Føroyum og 70 prosent í Íslandi, samanborið við sløk 45 prosent í Danmark og 20 prosent í ES.
At vinnutíttleikin er størstur í Føroyum er ikki ein nýggj støða, men nakað, sum er broytt seinastu árini, er at munurin millum Føroyar hini londini vorðin størri. Áður hava Føroyar og Ísland togast um størsta vinnutíttleikan, men nú er munurin millum hesi bæði londini vorðin størri, skrivar Hagstovan.
Hjá føroyskum monnum er vinnutíttleikin 87 prosent, og hjá íslendskum 82 prosent. Hjá kvinnunum er hann ávíkavist 82 prosent og 75 prosent. Eisini er sermerkt fyri vinnutíttleikin í Føroyum samanborið við onnur lond, at onga aðrastaðni er munurin millum kynini so lítil.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2023
Føroyingurin Gullak Madsen hevur selt sítt virksemi til tvey onnur reiðarí í Hirtshals
Føroyingurin Gullak Madsen gevst nú í donsku uppsjóvarvinnuni. Eitt virksemi, sum hann byrjaði í 1988 og nú, 35 ár seinni, hevur føroyingurin selt skip og kvotur.
Virksemið fer tó ikki langt, tí tað verða framvegis føroyingar í Hirtshals, sum verða eigarar av skipinum og kvotunum.
Talan er um reiðaríini Beinur og Asbjørn, sum ávikavist familjan Tindskarð og familjan Magnussen í Hirtshals eiga.
Sum skilst, so verður Ruth nýggi Asbjørn, meðan kvoturnar verða býttar millum bæði reiðaríini, sum hava keypt virksemið hjá Gullak Madsen. Hvat Gullak hevur selt fyri vita vit ikki.
Gullak Madsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Uppsjóvarskipið Ruth varð handað Gullak Madsen í oktober í 2021, tá ið skipið kom sum nýbygningur av Karstensens skipasmiðjuni í Skagen.
Familjan Tindskarð eigur danska uppsjóvarskipið Beinur, sum er bygt á Karstensens Skibsværft í 2015, og familjan Magnussen átti uppsjóvarskipið Asbjørn, sum bleiv selt til Íslands síðsta summar.
Asbjørn er eisini bygt á Karstensens Skibsværft, tó í 2007.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2023
Nýggi sørvágstrolarin, sum hevur fingið navnið Vesturvarði, verður longdur í Thyborøn
Nýggi sørvágstrolarin, sum Tummas Henriksen hevur keypt, skal leingjast á skipasmiðjuni í Thyborøn, áðrenn skipið kemur til Føroyar.
Tað var í november, at tað gjørdist alment, at reiðarin í Sørvági hevði keypt trolaran Aalskere úr Orknoyggjunum, sum fekk navnið Vesturvarði.
Skipið skuldi síðan til Danmarkar, har tað skal leingjast, og verður eftir ætlan klárt seinast í februar í ár.
Hvat trolarin er keyptur fyri vita vit ikki, men skipið skal avloysa Vesturleika, sum sami reiðari seldi til Russlands í fjør. Tað er felagið Pf. Suðringur, sum eigur Vesturvarða, sum eisini átti ein eldri trolara við sama navni.
Hesin trolarin er nú seldur til upphøggingar á Skála, og loyvini flutt yvir á Vesturvarða.
Sum skilst so skal nýggi Vesturvarði leingjast við seks metrum, áðrenn skipið setir kós móti Føroyum.
Trolarin er bygdur 2020, og verður nýggjasti trolarin í heimaflotanum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2023
Línuskipið Klakkur var tann, sum hevði besta fiskiskap á Føroyabanka í 2022 vísir yvirlit hjá Fiskimálaráðnum
376.792 krónur í miðal um dagin. Tað var veiðivirði á tí bátinum, sum kláraði seg best í fiskiskapi á Føroyabanka í fjør.
Talan er um línubátin Klakk, sum brúkti smáar níggju fiskidagar á bankanum, fiskaði 97 tons og avreiddi fyri 3,2 milliónir krónur.
Hetta upplýsir Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, í svari til skrivligan spurning frá undangongumanninum, Árna Skaale, tingmanni.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin vildi hava at vita, hvussu fiskiskapurin á Føroyabanka hilnaðist, hvørjir bátar veiddu, og hvussu stórt veiðivirðið og miðalvirðið pr. veiðudag var hjá hvørjum einstøkum báti.
Dennis Holm hevur nú givið sítt svar, sum kann lesast á heimasíðuni hjá løgtinginum
12 línuskip í bólki 3 brúktu tilsamans 168 fiskidagar á Føroyabankan í 2022. Samlaða veiðinøgdin var 1.202 tons og samlaða veiðivirðið var 35,7 milliónir krónur.
Skipini vóru Vesturhavið, Klakkur, Jógvan I, Stapin, Kambur, Pison, Polarstjørnan, Kvikk, Jákup B, Eivind, Sandshavið og Núpur.
Tann, ið fiskaði mest var Eivind, sum brúkti 24 fiskidagar og fiskaði 139 tons fyri 3,9 milliónir krónur – eitt miðal á 162.675 krónur pr. dag, nakað væl minni enn Klakkur, sum hevði hægst miðaltal.
Næstbesta miðaltal hevði Jógvan I, sum á 16 fiskidøgum fiskaði 128 tons fyri 4,5 milliónir, ið gevur 284.530 krónur pr. dag. Beint eftir honum kom Stapin, sum á líka nógvum døgum fekk 147 tons fyri 4,5 milliónir, sum gevur 282.733 krónur fyri dagin.
Dennis Holm, landsstýrismaður, upplýsir í svarinum, at øll veiðan í hesum bólki ikki er uppgjørd enn. Talan er um línubát, ið hevur fryst veiðuna, ið tí ikki er seld enn.
Átta útróðrarbátar millum 15 og 110 tons (bólkur 4) brúktu tilsamans 163 fiskidagar á Føroyabanka í fjør. Teir veiddu 902 tons, har veiðivirðið var 20,7 milliónir krónur tilsamans. Tað gevur eitt miðal á 127.225 pr. fiskidag.
Bátarnir vóru Kallanes, Brandur, Bragd, Volunteer, Fiskivarði, Anru, Líðhamar og Norðsøki. Bestu úrtøku pr dag hevði Volunteer, sum á 20 døgum fiskaði 137 tons fyri 3,1 milliónir krónur. Tað gevur 154.870 krónur pr fiskidag.
12 smáir útróðrarbátar undir 15 tons (bólkur 5) brúktu 30 fiskidagar á bankanum. Teir fingu tilsamans 130 tons fyri 3 milliónir krónur. Veiðivirðið í miðal var 100.279 krónur pr. dag.
Bátarnir vóru Stakkavík, Gordrúgvin, Kongavarði, Falkurin, Dalsenni, Petur M., Fagraenni, Elin Jóhanna, Anna Maria, Líraberg, Lilja og Tróstur.
Bestu úrtøkuna hevði Falkurin, sum fekk 21 tons upp á tríggjar dagar. Veiðivirðið var 517.000 krónur, sum gevur 172.391 krónur í miðal fyri dagin.
Dennis Holm sigur í svari sínum at enn er støða ikki endalig tikin til hvussu fiskiskapurin á Føroyabanka verður skipaður í ár. Fyrst skal skipanin í 2022 eftirmetast.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2023
Hetlendska uppsjóvarskipið er keypt, og kemur í føroyska flotan fyri Jupiter
Talan er um hetlendska uppsjóvarskipið Altaire, sum felagið Pf. Jupiter hevur keypt fyri Jupiter.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at hesi skipini avloysa hvørt annað. Jupiter er bygdur í 1994, og fekk upprunaliga navnið Altaire. Skipið varð avloyst í 2004 tá ið eigararnir fingu ein nýbygning, sum var størri og meira nútímans, sum eisini fekk navnið Altaire.
Tað bleiv gamli Altaire, sum nú kallast Jupiter, seldur til Noregs, áðrenn skipið í 2007 bleiv selt til Føroyar.
Nú, 18 ár seinni, selja hetlendingar skipið aftur, og skipið skal stuttligt nokk enn einaferð avloysa eldra skipið, sum tað avloysti fyri 18 árum síðan.
Skipið verður yvirtikið í Danmark tann 20. februar, og síðan kemur skipið til Føroyar nakrar dagar eftir tað, upplýsir Jógvan Martin Ferjá, reiðari.
Hvat skipið er keypt fyri vita vit ikki.
Altaire er bygt í 2004, og tað er norska fyritøkan Skipsteknisk, sum hevur sniðgivið skipið.
Altaire er systurskip hjá Finn Fríða, sum kom í føroyska flotan í endanum av 2003.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2023
Norski trolarin Mostein er keyptur til Dals fyri 35 milliónir krónur
Reiðaríið Vørðustíggjur í Dali hevur keypt skip fyri Eysturbúgvan sum sakk á páskum í fjør.
Kringvarpið skrivar, at tað er Mostein úr Haugesund, sum er keyptur til Føroya, og keypsprísurin er umleið 35 milliónir krónur. Hetta er áleið tað, sum reiðaríið fekk frá tryggingini fyri Eysturbúgvan.
Mostein er 45 metrar langur, og varð bygdur í 2001. Skipið er nakað størri enn Eysturbúgvin og betur útgjørt, men er ikki partrolari.
Reiðaríið yvirtekur skipið umleið 1. mars, og tað fær navnið Eysturbúgvin.
Nýggi Eysturbúgvin fer ikki at partrola saman við Vesturbúgvanum. Ætlanin er at fara at byrja við at fara á gullaksaveiðu.
Vesturbúgvin er settur til sølu, og tí er ikki óhugsandi at teir arbeiða við líknandi ætlan sum Vørðustíggjur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2023
- Eftirmetingin staðfesti myndina av, at tað vóru bert eini 10-15 skip, sum vóru atvoldin til meginpartin av ampanum hjá borgarunum
- Reglugerðin um óljóð frá skipum hevur riggað væl. Fleiri larmandi skip hava gjørt ábøtur fyri at minka um óljóðið, og enn fleiri ábøtur eru ávegis. Tað vísir eftirmetingin, sum myndugleikarnir hava gjørt av reglugerðini, og sum hevur fingið Kommunufelagið at seta eina nýggja reglugerð í verk.
Hetta skrivar Kommunufelagið í tíðindaskrivi, í sambandi við at nýggjar reglur um óljóð eru samtyktar.
Í januar 2022 kom nýggja reglugerðin um óljóð frá skipum í gildi. Hetta varð gjørt eftir umfatandi ljóðkanningar á havnarløgum, grannaløgum og inni í privatum bústøðum. Samanlagt 273 kanningar vórðu gjørdar, og burturúr hesum bar til at gera eftirfarandi hagfrøðiligar greiningar sum fakligt grundarlag at seta mørk fyri óljóði frá skipum.
- Tað var ongin ivi um, at nøkur skip larmaðu ov nógv. Og eisini óneyðuga nógv. Kommunurnar vildu tí í felag finna eitt mark, ið bæði kundi mátast á havnarlagnum, og sum eisini gjørdi mun inni hjá fólki, sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, sum eisini sjálvur luttók í eftirmetingararbeiðinum.
Eftirmetingin tók støði í 82 nýggjum mátingum av til samans 50 ymiskum skipum. Fyri trý skip var ljóðstøðið so høgt, at tey longu í 2022 fingu bann at koma í føroyska havn. Og 1. juli 2023 leggjast átta nýggj skip afturat hesum lista, um tey ikki gera munagóðar ábøtur áðrenn tað.
- Eftirmetingin staðfesti myndina av, at tað vóru bert eini 10-15 skip, sum vóru atvoldin til meginpartin av ampanum hjá borgarunum. Tey skulu gera ábøtur, og tað hava nógv teirra longu gjørt ella lagt ætlanir fyri. Í so máta hevur reglugerðin riggað sera væl, sigur
Nakrar nýggjar ásetingar komu í gildi 1. februar
Síðsta summar varð so smátt farið undir at eftirmeta reglugerðina og markvirðini saman við táverandi Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, Umhvørvisstovuni og umboðum fyri kommunala havnarnetverkið. Hetta arbeiðið varð liðugt um ársskiftið, og eftir politiska viðgerð á borgarstjóra- og stýrisfundum hevur Kommunufelagið við støði í eftirmetingini gjørt av at gera nakrar broytingar og tillagingar í reglugerðini.
Broytingarnar og tillagingarnar eru í høvuðsheitum tær, at nýggjar ásetingar eru um, hvussu klagur um royk skulu viðgerast, og fyri at forða fyri at skip broyta raksturin fyri at fáa lægri ljóðmáting. Eisini eru smærri broytingar og málsligar tillagingar gjørdar, og Kommunufelagið hevur eisini avgjørt, at undantøk frá reglunum kunnu eftir nærri treytum gevast til farma-/ferðafólkaskip, sum til dømis eru í fastari rutu til Føroya.
Reglugerðin hevur eisini fingið nýtt heiti: Felagskommunala havnarreglugerðin.
Sambært reglugerðini skulu skip ikki sleppa í føroyska havn, um tey bróta markvirðini og ikki innan í mesta lagi seks mánaðir megna at fáa viðurskiftini í rættlag.
Nýggja havnarreglugerðin er galdandi frá 1. februar 2023 í øllum kommunum, sum í síni tíð samtyktu reglugerðina um óljóð frá skipum, skrivar Kommunufelagið at enda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2023
Heðin Mortensen, borgarstjóri, fekk á 50 ára degnum stóran heiður frá Margretu drotning
Móti endanum av almennu móttøkuni í Høllini á Hálsi í gjár, í sambandi við at Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur sitið í býráðnum í 50 ár, trein ríkisumboðið í Føroyum, Lene Moyell Johansen, á pallin.
Við sær hevði hon stóran heiður frá Margretu drotning.
Heðin Mortensen er nú “Kommandør af Dannebrog”. fyri sína trúgvu tænastu. Hetta er sami heiður sum Edmund Joensen móttók í 2005.
76 ára gamli borgarstjórin var tikin av bóli av hesum, og takkaði eisini fyri at so nógv vóru komin at heilsa uppá hann á stóra degnum.
Sí myndirnar frá stóru móttøkuni
Lene Moyell Johansen og Heðin Mortensen (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2023
Rógvi Egilstoft fer í barsilsfarloyvi í eitt hálvt ár
Annsy Høghamar er nýggjur borgarstjóri á Eiði. Hetta er tó bara fyribils í eitt hálvt ár.
Orsøkin skal finnast í, at núverandi borgarstjóri í Eiðis kommunu, Rógvi Egilstoft, fór í barsilsfarloyvi frá 1. februar til 31. juli 2023.
Á býráðsfundi týskvøldið varð Annsy Hghamar einmælt vald til borgarstjóra. Hon verður fyrsta kinna, sum er borgarstjóri í Eiðis kommunu.
Rógvi Egilstoft er 30 ár, og gjørdist borgarstjóri 1. januar 2021.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2023
Blaðið til tey eldru fær nýggjan blaðstjóra. Ditte Mathilda Joensen tekur yvir eftir Hansu Hansen
- Tað er ein spennandi og týdningarmikil uppgáva, sum eg eri sloppin at hava ábyrgdina av, sigur Ditte Mathilda Joensen, nýggjur blaðstjóri á Fyndini.
Fyndin er blaðið til tey eldru, har dentur verður lagdur á at siga søgur um lívið sum eldri, góðar søgur, avbjóðingar, fyrimunir, upplivingar, ymiskt lív, gullkorn, vitan, heilsu og mangt annað. Blaðið hevur fýra ár á baki, og kemur út fýra ferðir um árið.
Seinastu árini hevur Hansa Hansen verið blaðstjóri á Fyndini, men nú verður tað altso Ditte Mathilda Joensen, sum fer at stjórna blaðnum.
Til ber bæði at halda blaðið og at keypa tað í sølubúðunum kring landið.
- Tann vitan og vísdómurin, sum ofta hoyrir til hjá teimum eldru er gull verd, og tað kennist sum ein framíhjárættur at kunna vera við til at siga frá hesum. Eg gleði meg at vera við til at mynda og menna blaðið, at fara í dýpdina í ymiskum evnum, og siga frá góðum og áhugaverdum søgum, sigur Ditte Mathilda Joensen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2023
Nýggja umboðsráðið í LÍV verður mannað við 19 monnum og 16 kvinnum
Ognarfelagið LÍV skal hava nýtt umboðsráð, og nú liggur úrslitið av atkvøðugreiðsluni klárt.
Atkvøðurnar eru taldar upp og úrslitið er, at hesi 35 fólkini manna umboðsráðið hjá Ognarfelagnum LÍV komandi fýra árini.
Finnur Koba gjørdist toppskorari við 1.053 atkvøðum.
Lóður stóð fyri valinum. Valið varð skipað við loyniorði og talgildum atkvøðuseðli. Lóður hevur talt atkvøðurnar upp og veitir vissu fyri, at úrslitið er rætt og álítandi.
10 nýggj fólk eru vald í umboðsráðið. Nýggja umboðsráðið verður mannað við 19 monnum og 16 kvinnum:
Hesi manna nú umboðsráðið: Finnur Koba, Elsa Berg, Hanna í Horni, Regin Meyer Olsen, Sofus Debes Johannesen, Eva Henriette Bennicke, Súsanna Funding, Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, Magni Gudmarsson Joensen, Svanna í Gong, Annika Beinta Hoydal, Gudny Benjaminsdóttir, Eyðdis Ellendersen, Lisa Frederiksberg, Árni Arge, Ella Norðberg Heinesen, Frímund Hansen, Absalon Hansen, Jákup Mørkøre, Haldis Karlsdóttir, Birgir Sondum, Heine Lützen, Mogens Eriksen, Niclas Hentze, Bergur Dam Jensen, Bjarnheðin í Hoyvík, Mona Maria úr Fugloy, Annfinnur Garðalíð, Noomi Káradóttir Rasmussen, Augusta Mikkelsen, Magnus M. Hentze, Elin N. W. Tausen, Jón Joensen, John Højsted og Pætur Niclasen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2023
Talan var um 318 dreingir og 307 gentur, og heldur óvanligt vóru tólv tvíburapør. Færri føðingar vóri í 2022 enn í 2021, men vóru 175 mammur, ið áttu fyri fyrstu ferð
Tað vóru 626 nýggir føroyingar bornir í heim í fjør, og øll uttan ein vórðu fødd á Landssjúkrahúsinum.
Hetta skrivar Landssjúkrahúsið, sum hevur gjørt tølini upp. Har verður millum annað staðfest, at færri børn vórðu fødd enn árið fyri.
- Nú hava vit hugt eftir hagtølunum fyri børnini, sum komu í verðina í 2022. Samanborið við árið fyri, so vórðu eitt vet færri børn fødd í Føroyum í fjør enn í 2021, tá tey vóru 678 í tali.
Í mun til kyn var so at siga eingin munur: 318 dreingir vórðu føddir í Føroyum í fjør og 307 gentur. Eitt sum var heldur óvanligt var, at heili 12 tvíburapør vórðu í 2022.
Tað er væl kent, at føroysku børnini hava góða vekt, skrivar Landssjúkrahúsið, og soleiðis var eisini í fjør
- Miðalvektin fyri børnini hjá teimum, ið áttu fyrstu ferð, var 3.640 gram. Hjá teimum, sum høvdu átt áður var miðalvekin hjá børnunum 3.774 gram. Umleið triðjahvørt barn vigaði í 2022 meira enn fýra kilo við barnsburð og seks prosent vigaður 4,5 kilo ella meira.
Samanlagt vóru tað 175 mammur, sum fingu sítt fyrsta barn í 2022. Miðalaldurin hjá teimum var 27,15 ár. 209 fingu sítt annað barn, 175 sítt triðja og hjá 48 mammum var talan um fjórða barnið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2023
27. januar vardi Sanna á Borg, lækni á Landssjúkrahúsinum, ph.d.-ritgerð sína um ættar-hyperkolesterolemi í Føroyum
Ættar-hyperkolesterolemi er støða við ov høgum kolestoreli í blóðinum, sum ikki kemur av lívsstíli, men arvi. Um hetta ikki verður viðgjørt, so er vandi fyri æðrakálking í hjartanum og at doyggja tíðliga og ofta brádliga av hjartatilburði.
Endamálið við hesi ph.d.-verkætlanin hevur verið at lýsa og meta um støðuna við kolesteroli í blóðnum í Føroyum og harafturat at kanna møguligar orsøkir til og títtleika av ættar-hyperkolesterolemi í Føroyum.
Ritgerðin hjá Sannu ber heitið “Familial hypercholesterolemia in the Faroe Islands”. Hon er sett saman av fýra vísindaligum greinum og eini samanskriving. Sanna á Borg hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Aalborg Universiteti, Institut for klinisk medicin. Hon hevur arbeitt við verkætlanini á Landssjúkrahúsinum.
Nógv fólk vóru í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, tá Sanna á Borg helt fyrilestur um ph.d.-verkætlan sína og granskingina, sum hon hevur gjørt í samstarvi við fleiri starvsfelagar á Landssjúkrahúsinum og vegleiðarartoymið í Aalborg.
Eftir eina greiða og áhugaverda gjøgnumgongd fingu metingarfólkini orðið, og teir róstu Sannu fyri eitt sera gott og umfatandi arbeiði og eina framúrskarandi framløgu, skrivar Granskingarráðið.
Serligur dentur varð lagdur á fyrstu greinina, sum hevur lagt eina dygga grund undir restina av granskingini á hesum økinum í Føroyum. Kjakið var gott og eisini sera stuttligt til tíðir. Sanna stóð seg væl og svaraði spurningunum greitt.
Semja var um, at tað er ovmikið av tilfari fra verkætlanini, sum tað er vert at arbeiða víðari við, og eftir stuttan fund kunngjørdi formaðurin í metingarnevndini, at nevndin var einmælt samd um, at Sanna á Borg hevur lokið krøvini til ph.d. og mælti til, at hon fær ph.d.-heitið.
Talan er um eina verkætlan, sum byrjaði fyri nógvum árum síðani. Tað var Rudi Kollslíð, serlækni á Landssjúkrahúsinum, sum tók stig til arbeiðið og byrjaði eina ph.d.-verkætlan, og av ymsum orsøkum tók Sanna á Borg yvir verkætlanina, sum nú er lokin, skrivar Granskingarráðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2023
Intra hevur seinastu árini selt nógvar skipanir uttanlands, og hevur selt til Grønlands, men eisini til Danmarkar
Intra hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at selja teirra skipanir uttanlands. Tey hava serliga selt nógv til Grønlands, men hava eisini fleiri danskar fyritøkur, sum brúka teirra skipanir.
Í fjør menti Intra eina barnagarðsskipan, sum 12 kommunur í Føroyum hava keypt til heili 29 ymsar stovnar. Nú hevur næststørsta kommunan í Grønlandi, Avannata kommuna, keypt tíggju loysnir til barnagarðarnar í býnum Ilulissaat. Tey keyptu fyrr í ár loysnina til ein barnagarð, men av tí at royndirnar við henni vóru so góðar, keyptu tey nú níggju loysnir afturat.
Nógv fleiri kommunur hava eisini víst føroysku skipanini ans – bæði innan- og uttanlands.
Á Intra fegnast tey um, at tey kunnu vera við til at útflyta KT-skipanir, tá hetta hevur verið nakað sum fleiri samgongur á rað hava arbeitt fyri og ynskt. Tey takka eisini øllum teimum føroysku kundunum, sum bæði eru við til at gjalda fyri menningina og royndarkoyra skipanirnar, tí uttan at hava ein føroyskan kundaskara fyrst, so er nær um ómøguligt at kunna koma hertil at kunna selja KT-skipanir av landinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2023
- Tað hevur stóran týdning, at børn okkara eta sunt og kenna seg mett og væl sett, tá tey eru í skúla, soleiðis at tey kunnu nýta orkuna til at læra, mennast, hugsavna seg og vera kreativ, sigur forkvinnan í heilsunevndini í Klaksvík
Tá býráðið varð skipað í Klaksvík fyri góðum tveimum árum síðani, varð ein sonevnd heilsunevnd sett á stovn á fyrsta sinni.
Nevndin tók á heysti í 2021 stig til at lýsa og kanna møguleikarnar fyri, hvussu ein møgulig matarskipan kann verða sett í verk á Skúlatrøð. Ein arbeiðsbólkur, sum varð fjølbroytt umboðaður, hevur síðan arbeitt við einum áliti, sum avvarðandi nevndir í býráðnum hava viðgjørt og samtykt.
Hetta arbeiðið er nú komið so mikið langt, at søkt verður eftir einum kostfakligum starvsfólki, sum kann samskipa tilgongdina.
Forkvinnan í heilsunevndini, Annika Steintórsdóttir Biskopstø, sigur, at uppgávan hjá starvsfólkinum verður at útvega børnum og ungum fjølbroyttan og heilsugóðan mat. Harumframt skal viðkomandi menna ein mat- og máltíðarpolitikk og taka sær av ymiskum praktiskum
- Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at kommunan áhaldandi raðfestir átøk, sum gevur børnum og ungum orku og megi í gerandisdegnum. Tað hevur stóran týdning, at børn okkara eta sunt og kenna seg mett og væl sett, tá tey eru í skúla, soleiðis at tey kunnu nýta orkuna til at læra, mennast, hugsavna seg og vera kreativ. Tí gleðist eg um, at heilsunevndin hevur fingið undirtøku at raðfesta eitt átak, sum eg meti eisini viðvirkar til trivnað og menning, samstundis sum tað eisini verður hugsað grønt í mun til gagnnýtslu av mati.
Aðrir fyrimunur eru eisini við nýggi skipanini, vísir forkvinnan á:
- At hugsa meira umhvørvisvinarligt og burðardygt í mun til matvørur, kann eisini bara viðvirka til, at størri fokus verður á matvørur, sum longu eru og eisini kunnu dyrkast í nærumhvørvinum. Menningin tann vegin styrkir heilt sikkurt eisini felagsskapin og máltíðina, sum somuleiðis er sosialt heilsufremjandi.
Nýggja starvið er sett til at vera á 32 tímar um vikuna. Persónurin, ið settur verður, skal millum annað spæla høvuðsleiklut í at menna skipanina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2023
Heilsufrøðingar viga øll børn í Føroyum regluliga, og talt varð saman fyri øll frá 1. og til og við 9. flokk fyri skúlaárið 2021/2022
Vit vita, at yvirvekt er ein avbjóðing, eisini hjá okkum føroyingum, og kanningar vísa, at hetta er ein vaksandi avbjóðing. Fólkaheilsuráðið gjørdi eina stóra fólkaheilsukanning í 2019. Har sær man yvirskipað, at BMI’ið er hækkað hjá føroyingum frá 2015 til 2019. BMI'ið hjá vaksnum skal helst liggja ímillum 18,5 og 24,9.
Hjá børnum er BMI kurvan øðrvísi. Tískil tosa vit her um persentil har 5-85 persentil er normal vekt, ≥85 persentil er yvirvekt og 99+ persentil er ógvuslig yvirvekt.
Í 2019 vóru tað 69 prosent av vaksnum monnum og 56 prosent av vaksnum kvinnum, ið hava eitt BMI á 25 ella hægri, ímeðan talið í 2015 var ávikavist 66 prosent hjá monnum og 51 prosent hjá kvinnum. Í hesi kanningini hava fólk sjálvi givið upplýsingar um hædd og vekt, so hugsast kann, at støðan er enn verri.
Hendan avbjóðingin rakar eisini børn og ung í Føroyum. Børn, sum hava ment eitt ov høgt BMI, verða ofta avmarkað í rørslu, spæli og ítrótti, umframt at vera í vanda fyri at menna lívsstílssjúkur, lágt sjálvsvirði, sosiala avbyrging v.m.
Heilsufrøðingar viga øll børn í Føroyum regluliga og kunnu tíðliga staðfesta, um børnini eru við at gerast ov feit. Vit hava tíverri einki nøktandi tilboð at vísa hesum børnum og foreldrum teirra til.
Skúlaárið 2021/22 taldu vit tølini saman fyri øll skúlabørn í 1. og 9. flokki í Føroyum.
Vit síggja, at í 1. flokki vigaðu 34,8 prosent av øllum dreingum ov nógv, meðan 15,3 prosent av teimum høvdu ógvusliga yvirvekt, tvs. persentil 99+. Hjá gentunum vigaðu 28,1 prosent ov nógv og av teimum vóru tað 15,1 prosent, sum høvdu ógvsuliga yvirvekt, tvs. persentil 99+.
Um vit hyggja at 9. flokki, so síggja vit, at 26,2 prosent av dreingjunum og 27,0 prosent av gentunum viga ov nógv. Av teimum høvdu 5,9 prosent av dreingunum persentil 99+, meðan 14 prosent av gentunum høvdu persentil 99+.
Kunnu ikki longur bara hyggja at
Tað er sera tupult at sleppa av við yvirvekt, tá hon fyrst er komin. Kroppurin roynir at verja og varðveita sín feittmassa. Tískil er tað sjálvandi sera týdningarmikið við góðari fyribyrging og við einum nøktandi viðgerðartilboði, tá tørvur er á hesum.
Tá tað er sagt, so er tíðin nú komin til, at almennu Føroyar taka henda trupulleika í álvara. Vit liggja næstovast á listanum yvir yvirvekt í øllum Europa, og vit kunnu ikki longur bara hyggja at. Vit í Gigni ynskja at vera við til at menna eitt tilboð til børn og foreldur teirra fyri at hjálpa teimum at fáa normala vekt.
Gigni ynskir eisini, at almennu Føroyar orða ein kostpolitikk í Føroyum, og at vit arbeiða meira tilvitað við at hjálpa børnum og ungum at fáa góðar og sunnar kost- og rørsluvanar.
Kelda: Gigni
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2023
NordForsk er ein stovnur undir norðurlendska ráðharraráðnum, sum fíggjar og stuðlar undir norðurlendskt samstarv um gransking og granskingarinfrakervi. Føroyar hava havt eygleiðarastøðu í stýrinum fyri NordForsk síðani byrjanina í 2005, og hevur tað leingi verið eitt politiskt ynski at fáa sjálvstøðugan limaskap
Frá 1. januar 2023 at rokna hava Føroyar fingið sjálvstøðugan limaskap í stýrinum fyri norðurlendska stovnin Nordforsk.
NordForsk er ein stovnur undir norðurlendska ráðharraráðnum, sum fíggjar og stuðlar undir norðurlendskt samstarv um gransking og granskingarinfrakervi.
Føroyar hava havt eygleiðarastøðu í stýrinum fyri NordForsk síðani byrjanina í 2005.
Hóast tað leingi verið eitt politiskt ynski at fáa sjálvstøðugan limaskap hevur tað ikki borið á mál áður.
Í mars 2022 søkti Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, vegna Føroyar um limaskap. Ynski at fáa limaskap tók støði í áhuganum og møguleikanum hjá Føroyum at geva sítt íkast til norðurlendska samstarvið á økinum. Umsóknin var grundað í Álandsskjalinum, har Føroyar, Grønland og Áland eftir umsókn kunnu fáa limaskap við atkvøðurætti á økjum, har londini hava ein ítøkiligan áhuga fyri virksemi hjá stovninum.
Viðgerðin hevur verið drúgv við hoyringum og fundum á fleiri stigum. Beint fyri ársskiftið varð staðfest, at Føroyar hava fingið játtað limaskap og at viðtøkurnar fyri NordForsk eru tillagaðar samsvarandi.
Annika Sølvará, sum hevur verið eygleiðari í stýrinum vegna Føroyar, heldur fram nú sum limur.
Næsta stigið á leiðini hjá Føroyum er at luttaka í átøkum hjá NordForsk við fígging til føroyskar luttakarar. Væntandi verður fígging til hetta á fíggjarlógini fyri 2023.
Kelda: Granskingarráðið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2023
Lærugreinin varð í 2021 umskipað, so at valmøguleikarnar í lærugreinini eru størri, og næmingarnir kunnu royna nógv ymiskt uttan fyri tað vanliga í flokshølunum
Eitt av fakunum á tímatalvuni hjá nøkrum av teimum 93 næmingunum í Eiðis skúla er "handverk og list", og er talan um eitt fak, har skúlin er farin nýggjar leiðir.
Farna skúlaár var lærugreinin umskipað, og nýggj tilboð boðin út til næmingarnar, og samstundis eru nøkur av siðbundnu tilboðunum broytt og tillagað. Og hetta skúlaárið verður hildið fram eftir hesum leisti. Hetta skrivar Skúlablaðið, og er hetta tí at royndirnar higartil eru jaligar: Næmingar, foreldur og lærarar eru fegin um royndartiltakið
Næmingarnir í 6. og 7. flokki á Eiði eru 24 í tali. Greitt verður frá at teir kunnu velja tvey evni av hesum: Evning, gagnlist, sjóvinna/sjófeingi, smíð og bygdamentanin. Tey fáa fýra tímar undirvísing um vikuna. Endamálið er at gera valmøguleikarnar í lærugreinini størri, og at næmingar í størri mun kunnu velja av egnum áhuga.
- Av hesari orsøk kunnu vit fara niður í dýpdina við teimum grundleggjandi førleikunum. Og vit síggja tað aftur í avrikunum, sum næmingarnir gera. Lærarin, sum hevur undirvíst í mong ár, staðfestir, at endiliga ber til at arbeiða gjølla, nærlagt og ambisjøst.
Hetta sigur Tom Joensen, skúlastjóri í Eiðis skúla, við Skúlablaðið.
Hini tilboðini, sum næmingarnir hava at velja í, hevur skúlin sett á stovn í sambandi við hesa royndar- og menningarverkætlanina. Gagnlist fevnir í høvuðsheitum um at evna úr leiri og glasi, og í tilboðnum, sum hevur við sjóvinnu/sjófeingi at gera, er skúlin so heppin at hava lærara, sum eisini er útbúgvin skipsførari.
- Vit hava valt at samantvinna hesar førleikar. Arbeitt hevur verið helvt um helvt teoretiskt og praktiskt. Eitt nú sleppa næmingar at spleysa, morsa, seta út í kort, rippa, egna, flekja, fara á flot, ala og so hava teir eisini um trygd á sjónum. Ein dag um mánaðin matgera næmingarnir við onkrum úr sjónum.
Hendan royndar- og menningarverkætlan, sum hetta skúlaárið hevur fingið 110 klokkutímar, fevnir eisini um bygdamentan, har næmingarnar koma út og gera ymiskt praktiskt og "føroyskt".
- Næmingarnir hava flett, skorið upp, roytt havhestaungar, flett harur og annað. Ein dagin um mánaðin matgera teir við onkrum, sum hevur samband við tað praktiska, sum teir hava gjørt. Teir læra harumframt grundleggjandi førleikar í smíð. Høvuðsverkætlanin í smíðtímunum er at smíða ein hjall.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2023
Nes kommuna bjóðar borgarum sínum til hátíðarhald komandi leygardag í sambandi við at íbúgvaratalið hevur rundað 1.500
Í desember í fjør varð kunngjørt, at fólkatalið í Nes kommuna var farið uppum 1.500 fyri fyrstu ferð.
Harvið kann kommunan fáa heitið sum býur, og Nes kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at tað á bygdaráðsfund farna mánakvøld varð samtykt, at Nes kommuna tekur býarheiti.
Tá fólkatalið fór uppum 1.500 varð boðað frá, at eitt hátíðarhald fór at verða í 2023, og í samband við samtyktina í vikuni, varð hetta staðfest, og dagfesting er nú sett á:
- Bygdaráðið ynskir at bjóða øllum borgarum í Nes kommunu til morgunmat í fimleikahøllini í Tofta skúla leygarmorgunin 11. februar kl. 10. Nærri kunning um skránna kemur seinni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2023
Eftir ætlan skal svimjihøllin í Runavík standa liðug á vári 2025
Svimjihøllin verður bygd í norðrara enda av Bylgjuni, og leggur tvær lonir aftrat verandi bygningi.
Stutt eftir, at avtalan millum Runavíkar kommunu og Kanjon um bygging av svimjihøll varð undirskrivað 27. oktober, fór Kanjon í gongd við arbeiðið, sum er mett at taka góð tvey ár.
Longu eina viku eftir undirskriving var nógv virksemi í økinum, og tey sum ferðast har javnan, leggja merki til, at har broytist skjótt.
Eftir innleiðandi fyrireikingar var fyrsta stigið at taka gamla millumbygningin niður.
Kanningar tíðliga í tilgongdini vístu, at tann bygningurin, sum ikki bleiv renoveraður, tá Bylgjan varð útbygd við fimleikahøll í 2014, ikki hóskaði sum partur av nýggju svimjihøllini.
Næsta stigið var at grava omanav, og er tað komið væl áleiðis. Í seinastuni er eisini sprongt í økinum, skrivar Runavíkar kommuna.
Higartil hevur arbeiðið við svimjihøllini gingið skjótt og væl, og verður hon væntandi liðug á vári 2025.
Myndir: Runavíkar kommuna
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2023
Níggju kommunur eru lagdar afturat hesa vikuna, og Talgildu Føroyar boðar frá, at 15 kommunu nú bjóða borgarum sínum ymiskar tænastur á Vanganum
- Tað er eitt gott samstarv millum kommunurnar, KT veitararnar og Talgildu Føroyar, ið ger, at tað nú er møguligt m.a. at søkja um byggiloyvi, mentanarstuðul og flyting hjá kommunum um landið.
Soleiðis skriva Talgildu Føroyar á heimasíðu sínari í samband við, at tað nú á kyndilsmessu eru 15 kommunur, sum nýta Vangan til tænastur og møguleikar fyri borgarar sínar.
Talgildu Føroyar skriva víðari, at tørvurin hjá ymsu kommunum oftast er hin sami, og at ein av stóru fyrimununum við felags menning er, at nógv kann endurnýtast. Sostatt kann stórt gagn fáast úr samstarvinum, bæði fíggjarliga og tøkniliga.
- Fyri Fugloyar kommunu er tað umráðandi at verða partur av einum alt meiri talgildum samfelag. Sjálvt um kommunan er tann minsta í landinum og møguliga øllum kongaríkinum, so vilja vit stremba eftir at veita borgarum okkara eina góða tænastu. Somuleiðis er tað okkara fatan, at eitt víttfevnandi talgilt samstarv frameftir kann verða við til at økja um trivnaðin fyri borgaran og kommununa sum heild.
Hetta sigur Símun Gullaksen úr Fugloyar kommunu, sum eisini er komin á Vangan. Tænasturnar fevna harvið víða og um samanlagt 43.300 føroyingar.
Í Talgildu Føroyum fegnast tey eisini um góða samstarvið við kommunurnar, og farið er longu undir at menna enn fleiri tænastur, ið skjótt verða tøkar á Vanganum, sum varð tikin í nýtslu fyri góðum tveimum árum síðani.
- Visjónin er, at tú, uttan mun til, hvar í Føroyum tú býrt, hevur atgongd til somu tænastur á Vanganum, har øll atlit eru tikin til brúkaravinsemi og trygd.
Sum nú er hava 21 av teimum 29 kommununum samstarsavtalu við Talgildu Føroyar, og 15 kommunur eru á Vanganum. Tær eru: Fugloyar kommuna, Hvannasunds kommuna, Klaksvíkar kommuna, Kunoyar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Eysturkommuna, Runavíkar kommuna, Sjóvar kommuna, Eiðis kommuna, Sunda kommuna, Sørvágs kommuna, Tórshavnar kommuna, Kvívíkar kommuna, Vestmanna kommuna og Skúvoyar kommuna.
Seks kommunur koma á Vangan seinni í ár, upplýsa Talgildu Føroyar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2023
VVS-import, sum í nøkur ár hevur veitt hitaloysnir til føroyska marknaðin, er blivin partur av el net
VVS-import er nú partur av el|net.
El|net hevur víðkað um virksemið, soleiðis at fyritøkan nú eisini veitir heildarloysnir til upphiting av húsum og vinnubygningum
el|net, sum er ein av størru elektrikarafyritøkunum í landinum, hevur keypt seg inn í VVS-import, sum í nøkur ár hevur veitt hitaloysnir til føroyska marknaðin.
Hetta er ein liður í framhaldandi menningini av el|net, og fyri felagið er tað eitt náttúrligt stig, sum nú verður tikið á orkumarknaðinum.
- Vit hava í nógv ár verið ein virkin samstarvsfelagi, tá hitapumpuloysnir eru íbundnar hjá føroyingum.
- Samstundis hava vit í grannalondum okkara sæð, at heldur enn at vera hvør sítt fakøkið eru el- og HVS-økið runnin alt meira saman. Ikki minst, tí framkomnar hitaloysnir seta alt størri krøv til førleikar innan el og tøkni.
- Og við hesum kunnu el|net og VVS Import sostatt veita heildarloysnir innan el og HVS, sigur Bernhard Højgaard Petersen, stjóri hjá el|net, sum leggur afturat, at VVS Import er góðkendur hitapumpuinnleggjari til hitapumpuskipanir.
VVS Import fer nú at halda til í hølinum hjá el|net í Havn og Vestmanna
Hann sigur víðari, at komandi tíðina koma vit at síggja fleiri spennandi átøk frá felagnum.
- Við nýggja samstarvinum hava vit eitt sera breitt úrval av hitapumpuloysnum, bæði til vanlig sethús og til stórar vinnubygningar, og tað er eingin ivi um, at viðskiftafólk okkara og føroyingar sum heild koma at síggja fleiri spennandi loysnir frá okkum, sigur Bernhard H. Petersen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2023
Átta nýggir lærlingar byrjaðu á Mest mikudagin
Sambært yvirliti hjá Yrkisdeplinum hava 278 næmingar havt lærupláss á MEST seinastu 20 árini. MEST er sostatt tann fyritøkan í Føroyum, sum hevur nógv flest lærlingar. 60 lærlingar eru alsamt í læru á MEST.
Átta nýggir lærlingar byrja á MEST 1. februar.
Yvirlitið frá Yrkisdeplinum vísir, hvussu nógvar lærlingar ymiskar fyritøkur í Føroyum hava havt í læruplássi seinastu 20 árini.
- Fyri okkum á MEST er umráðandi alsamt at seta yngri fólk við – bæði innan okkara handverk á MEST og til vinnuna annars - har nógvir maskinmeistarar og verkfrøðingar hava byrjað sína yrkisleið við lærdómi og royndum frá MEST sum grundarlag, sigur Mouritz Mohr.
Aftur í ár er ætlanin hjá MEST at fáa nógvar góðar vónríkar lærlingar í læru. Mikudagin møttust teir átta nýggju lærlingarnir, sum byrja í læru nú, á MEST í Tórshavn har stjórin og leiðarar tóku ímóti teimum fyri at greiða nærri frá. Talan er um fimm maskinsmið- og ellærlingar, sum byrja á MEST í Havn og trýggjar lærlingar, sum byrja á MEST Skála. MEST leggur seg eftir at leggja tilgongdina við upplæring til rættis á ein skipaðan hátt har lærlingarnar fáa høvi at koma kring í fyritøkuni og fáa upplæring innan øll viðkomandi økir. Umleið 16 lærlingar verða tiknir inn um árið. Fýra ferð um árið tekur MEST lærlingar inn fyri at tryggja eina so góða upplæring sum møguligt.
Fyrstu tíðina er umráðandi, at lærlingarnir fáa eina so góða mynstring sum møguligt. Tí fylgja teir eini serligari innleiðslu skrá har næmingarnir fáa upplýsingar um lærutíðina og verða settir inn í ymisk viðurskifti á MEST.
Lærutíðin er fýra ár, við 55 vikum í skúla í Føroyum, eins og nakrir lærlingar skulu í skúla í Danmark.
Tað hevur víst seg, at útbúgvingin sum handverkari gevur góðar møguleikar til fólk við ynskjum um at nema sær víðariútbúgving innan eitt nú maskinmeistara ella verkfrøðing.
Í komandi mánaði verður somuleiðis søkt eftir maskinsmiðslærlingum til MEST Runavík og logistik atstøðingum í sølubúðunum/goymslunum á MEST á Skála og í Havn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2023
Gott tíggju prosent av samlaða starvsfólkahópinum hjá Articon, eru lærlingar
Níggju nýggir lærlingar byrjaðu 1. februar í handverkaralæru hjá ArtiCon.
Fyrstu vikuna fara lærlingarnir at fylgja eini serligari innleiðslu skrá, har lærlingarnir verða settir væl inn í øll vikurskifti, hvussu tað er at vera lærlingur í ArtiCon.
ArtiCon leggur stóra orku í, at lærlingarnir fáa eina dygdargóða útbúgving, har tað er trygt at fara víðari á yrkisleiðini eftir lokna útbúgving og at trivnaðurin er góður í og eftir lærutíðina. Lærlingarnir fara at læra innan hesi fakini timbur og maskinsmið.
Lærutíðin er fýra ár, harav 55 vikur eru á tekniska skúla.
Útbúgvingin sum handverkari gevur góðar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum og til at fara undir víðari lesnað. Tað eru gott 10 prosent av samlaða starvsfólkahópinum hjá Articon, sum eru lærlingar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2023
Tók við nýggja starvinum 1. februar
Posta hevur sett nýggjan fíggjarleiðara frá í gjár, 1. februar, at rokna.
Jógvan Joensen hevur drúgvar royndir frá fíggjarliga økinum eitt nú innan búskap og fíggjarligar greiningar. Hann kemur úr einum starvi sum íløguráðgevi hjá Betri Banka og hevur áður arbeitt við fíggjarligum greiningum hjá Magn og SKAT í Danmark. Jógvan er eisini virkin sum nevndarlimur í Fastogn og øðrum feløgum.
- Vit fegnast um samstarvið við Jógvan og at hann gerst partur av Posta sum fíggjarleiðari. Jógvan hevur førleikarnar, sum okkum tørvar, og viðkomandi royndir, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.
- Posta er eitt spennandi arbeiðspláss, sum allar dagar hevur havt ein týðandi leiklut í samfelagnum. Eg síggi fram til vera partur av ætlanunum fyri framman, sigur nýggi fíggjarleiðarin á Posta.
Jógvan tekur við eftir Tummas Nielsen, sum heldur fram á Posta sum ráðgevi.
Jógvan Joensen er úr Miðvági og er búsitandi í Havn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2023
Jenny Winther Poulsen, ið var við til at seta frískúlan á stovn, heldur tó fram sum lærari. Fyrrverandi varaleiðarin er nú leiðari í Lítlaskúla, og Katrin Bjarnadóttir, námsfrøðingur í forskúlanum, tekur við sum varaleiðari
Mikudagin 1. februar 2023 var leiðaraskifti í frískúlanum Lítlaskúla í Havn.
- Eftir átta ár við róðrið hevur dugnaligi og framskygdi skúlaleiðarin í Lítlaskúla, Jenny Winther Poulsen, valt at geva leiðarastafettina víðari til varaleiðaran Gunvør Hofgaard. Tað var Jenny sjálv sum saman við øðrum tók stig til at seta Lítlaskúla á stovn, og hon hevur seinastu átta árini gingið á odda fyri at menna hann til tann framúrskarandi skúlan, hann er í dag, skrivar skúlin.
Boðað verður samstundis frá , at tað ikki verður sagt farvæl við Jenny, tí hon heldur fram sum lærari á skúlanum.
Gunvør Hofgaard tekur við sum leiðari og Katrin Bjarnadóttir, námsfrøðingur í forskúlanum í Lítlaskúla, tekur við sum varaleiðari.
Lítliskúli er frískúli í Tórshavn, sum heldur til í gamla adventistaskúlanum á Hoyvíksvegi. Í skúlanum ganga børn frá forskúla til og við 6. flokk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2023
Hon er er 51 ára gomul, er útbúgvin lærari, og umframt royndir við undirvísing hevur Jastrid verið virkin á mentanarøkinum seinastu mongu árini
Fuglauglafjarðar kommuna hevur sett Jastrid á Dalbø í starv sum leiðara á Fuglafjarðar kvøld og ungdómsskúla.
Hesum boðar heimasíðan hjá Fuglafjarðar kommunu frá. Hon er lærari, og umframt royndir á hesum økinum hevur Jastrid royndir á mentanarøkinum.
- Jastrid á Dalbø er 51 ára gomul, er útbúgvin lærari og hevur starvast á Fuglafjarðar skúla. Umframt royndir við undirvísing, hevur Jastrid verið virkin á mentanarøkinum seinastu mongu árini, skrivar fuglafjordur.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2023
Hon er 42 ára gomul, útbúgvin byggifrøðingur og leggur í løtuni seinastu hond á leiðsluútbúgving. Lillian Jacobsen kemur úr starvið sum tekniskur leiðari fyri Sunda kommunu.
Fuglafjarðar kommuna hevur tikið avgerð um at seta Lillian Jacobsen í starvið sum tekniskur leiðari.
Lillian Jacobsen er 42 ára gomul, útbúgvin byggifrøðingur og leggur í løtuni seinastu hond á leiðsluútbúgving. Út yvir leiðsluroyndir frá privatu vinnuni, so hevur hon síðani 2019 verður tekniskur leiðari fyri Sunda kommunu.
- Harvið er talan um persón við royndum á júst hesum økinum. Ábyrgdarøkið hjá henni verður millum annað daglig leiðsla av tekniska økinum, fíggjarliga ábyrgd av tekniska økinum, projekteringsarbeiði og eftirlit, býar- og byggiplanlegging, Málsviðgerð og fyrireiking av tekniskum, umhvørvis og vinnumálum til politiska støðutakan og stýring av kommunalum byggi- og viðlíkahaldsarbeiði, skrivar heimasíðan hjá Fuglafjarðar kommunu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2023
Fríggjadagin var hátíðarhald á skrivstovuni hjá kommununi fyri Magnus Svarthamar, sum 9. januar hevði 25 ára starvsdag
9. januar vóru 25 ár síðan Magnus Svarthamar varð settur í starv hjá Kvívíkar kommunu.
Magnus hevur verið partur av arbeiðstoyminum hjá kommuni øll árini. Eftir 25 ár í hesum starvi, hevur Magnus eina stóra vitan á nærum øllum kommunalum viðurskiftum. Frá 2008 til 2012 varð Magnus eisini í bygdaráðunum. Í mai 2022 varð Magnus settur sum arbeiðsformaður hjá kommununi.
Dagurin varð hátíðarhildin fríggjadagin við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgum og nærmastu familju á skrivstovuni hjá Kvívíkar kommunu. Borgarstjórin Hans Jóhann Sørensen segði nøkur orð og handaði Magnusi blómur og eina gávu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2023
Endamálið við at lata stuðul er at skapa betri umstøður hjá teimum, sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum við tí fyri eyga at menna eina nýggja og týðandi vinnugrein, sum stendur í vøkstri í størsta parti av heiminum, sigur Tórshavnar kommuna
Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta eina millión krónur til vinnuverkætlan, sum hevur til endamáls at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum fáast við filmsframleiðslu í høvuðsstaðnum.
Talan er um nýggja verkætlan, sum skal skipast í fastar karmar og mannagongdir. Endamálið við at lata stuðul er at skapa betri umstøður hjá teimum, sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum við tí fyri eyga at menna eina nýggja og týðandi vinnugrein, sum stendur í vøkstri í størsta parti av heiminum, skrivar heimasíðan hjá kommununi.
Málið varð beint í býráðið umvegis fíggjarnevndina, sum 18. januar samtykti at taka undir við vinnunevndini og beina málið í býráðið, sum samtykti málið hósdagin.
Freistin at søkja um stuðul verður í januar, soleiðis, at umsøkjarar hava møguleika at samskipa umsóknir millum land og kommunu. Hjá landinum verða umsóknir viðgjørdar tvær ferðir um árið – februar og september.
Ein bólkur, sum er samansettur av umboðum fyri Stjórnarskrivstovuna, Mentamáladeildina, Klippfisk og Hugskotið verður settur til at fyrireika, viðgera og gera tilmæli til játtan av stuðli. Mett verður, at samansetingin av bólkinum tryggjar, at umsóknirnar verða viðgjørdar av fólki við hóskandi fakligum førleikum og innliti.
Tilmæli verður lagt fyri vinnunevndina til støðutakan, og fíggjarnevndin tekur endaliga avgerð um stuðul. Umsøkjari fær boð, og stuðulin verður útgoldin sambært nærri ásettum reglum, skrivar kommunan.
Tað er umráðandi, at stuðul verður latin til verkætlanir, sum hava eina ávísa filmsliga dygd, og tey, sum luttaka í verkætlanini hava førleikar at gjøgnumføra verkætlanina. Eisini skal stuðulin viðvirka til, at høvuðsstaðurin fær enn ein sýnisglugga út í heim við lýsingum o.l., og at fólkið, sum býr í kommununi, fær ágóðan av livandi myndunum, sum eru við til at styrkja móðurmáli og mentanina.
Eisini verður sagt at tað er umráðandi, at stuðul verður latin til verkætlanir, sum er viðkomandi og skapa virði fyri Tórshavnar kommunu, filmsumhvørvið og vinnulívið í høvuðsstaðnum.
Hetta merkir, at nakrar av hesum treytum skulu vera loknar:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2023
Jada, Bríet, Irene, Brimheim, Lucky Lo og Eivør eru fyrstu nøvnini, sum fyriskiparar handan festivalin avdúkaðu í ár
Danska superstjørnan Jada, íslendska popp prinsessan Bríet, hugtakandi finska songkvinnan Irene, føroyskt/danska gothpopp sensatiónin Brimheim, dansivinarliga svenska alt-popp navnið Lucky Lo og okkara egna diva Eivør. Hesi tey fyrstu nøvnini, sum fyriskiparar handan G! festivalin kunngera í ár.
– Vit eru ómetaliga glað fyri, at kunna bjóða eitt so spennandi úrval í fyrstu slepping av nøvnum, siga fyriskiparar í tíðindaskrivi.
Um fyrstu nøvnini, hava fyriskiparar av G! festivalinum hetta at siga:
Jada
Jada hevur við síni stóru rødd, væl snaraðu poppløgum og soulkenda R&B ljóði, sett seg til borðs við toppnøvnunum í donskum tónleiki. Hennara hjartaligi og erligi tónleikaheimur skumpar undir mørk, genrur og rák. Hetta hevur skapt virðing fyri henni bæði úti og heima. Ummælarar og fjepparar eru á einum máli, Jada er framúr.
Jada hevur spælt á størstu festivalunum í heimlandinum og í november spældi hon eina stóra konsert í Royal Arena. Nú gleðir Jada seg til at spæla fyri tykkum á Gøtusandi, og um ummælini av framførsluni á Orange pallinum á Roskilde festivalinum í fjør eru eftirfarandi, so verður tað ein framførsla, ið er ein ’Historisk triumf' og 'Vanvittig imponerende!’ Í øllum førum er talan um eitt av høvuðsnøvnunum í føroyska festivalsummarinum.
Jada
Bríet
Bríet er eitt tað fólkakærasta navnið á íslendska tónleikapallinum. Evnini at vinna hjörtuni hjá bæði ummælarum og áskoðarum eru eyðsýnd. Hetta hevur havt við sær útseldar konsertir, hópin av stroymingum og eina røð av viðurkenningum. Í 2021 vann hon heiðurin fyri ársins útgávu, besta sangara og besta teksthøvund av íslendsku tónlistaheiðurslønunum.
Stóru hittini ’Esjan’, ’Fimm’ og ’Rólegur kúreki’ eru fólkaogn í heimlandinum, og nú byrjar umheimurin veruliga at varnast songkvinnuna. Nógv er, ið bendur á, at hon verður næsta íslendska navnið at leggja heimin fyri sínar føtur.
Briet
Irene
Ráur, sansaligur norðurlendskur listapoppur kallar onkur tónleikin hjá Irene, og tað er ivaleyst ikki heilt av lagi lýsing. Tí hetta er hugtakandi. Songkvinnan er eisini lýst sum finska kærleiksbarnið hjá Björk, Fever Rey og Kate Bush.
Hon gjørdi fyrstu ferð vart við seg í 2017, við staklagnum ’Keep on Walking’. Hon skrivar hugvekjandi, djúpar tekstir og ger løg, ið gamaní eru listarlig, men sum eisini hava stóra poppdygd.
Í 2022 gjørdi Irene veruliga vart við seg, tá ið hon skrivaði tónleikin til heimildarrøðina ’Untold Arctic Wars’.
Okkara bókingartoymi fall fyri Irenu, tá ið tey hoyrdu hana á konsert. Hennara framførsla var innilig, rørandi og vælljóðandi, og vit máttu bjóða henni á G!,fyri at tit eisini skulu sleppa at uppliva hennara hugtakandi tónlistarliga heim.
Irene
Brimheim
Brimheim er eitt av mest spennandi rokknøvnunum á danska tónleikapallinum. Fyrsta heildarútgávan, ’I Can't Hate Myself Into Another Shape’ er ein av mest ummælararóstu útgávunum í Danmark seinasta árið. Útgávan er persónlig og bersøgin, men hon er eisini góðir sangir og góður rokkur.
Brimheim er umframt Helenu ein væl samanspældur ungur bólkur, ið seinasta árið hevur fingið alsamt størri pallroyndir.
Brimheim hevur ferðast víða um við sínum tónleiki, og hevur m.a. umboðað Føroyar á stórum ídnaðarfestivalum, sum Iceland Airwaves, By:Larm og Euro Sonic.
Á Faroese Music Awards í 2022 var Brimheim stóri vinnarin, og nú Gaffa hevur avdúkað tilnevningarnar til ársins Gaffa heiður, hevur Brimheim møguleika at vinna seks ymiskar heiðurslønir.
Brimheim
Lucky Lo
Svensk/danska Lucky Lo finnur íblástur í fólkatónleki, svenskum poppi og bulgarskum og japanskum tónleiki, og alt hetta ger blandið, ið er ljóðmyndin hjá Lucky Lo.
Hetta er alt-poppur, litfagur, erligur, kensluborin og ektaður tónleikur, ið flytir seg millum tað dansivinarliga og tað inniliga, altíð borin av hesi somu røddini við so nógvari dýpd og inniligheit.
Fyrsta útgávan hjá Lucky Lo ’Supercarry’ kom út í mars í fjør, og síðani tá hevur bólkurin ferðast kring Danmark við tónleikinum.
Lucky Lo er ein bólkur, ið ummælararnir hava róst til skíggja og sum ferð eftir ferð hevur víst á palli, at tey liva upp til stóru orðini. Vit eru tí serstakliga glað fyri, at hava fingið bólkin hendan vegin.
Lucky Lo
Eivør
Tá ið Eivør í 2002 stóð á odda fyri Clickhaze á allar fyrsta G! festivalinum, á allar fyrsta føroyska tónleika festivalinum. Mundi tað vera tey fægstu, ið spáddu, at vit tjúgu ár seinni høvdu hugtakið ’føroyska festivalsummarið’.
Henda góðveðurdag á einum palli bygdum av plattum og sandi byrjaði ein kærleikssøga millum Eivør og G!.
Vit eru glað, at hendan kærleikssøgan í ár fær enn eitt kapittul.
Eivør og G! hoyra saman, og vit eru tí aftur í ár errin av, at ivaleyst Føroya kendasta og best dámda songkvinna Eivør er á skránni. Eivør elskar G! og G! elskar Eivør.
Sum í øllum góðum kærleikssøgum er týdningarmikið, at mann heldur . Tað er ongantíð ein trupulleiki við Eivør, tí sum listakvinna hevur hon altíð dugað at endurnýggja seg og mennast.
Seinastu árini eru konsertferðirnar út í heim størri og drúgvari. Eivør ferðast við sínum vælspælandi bólki um allan heimin. Tey koma tí á G! Í toppformi og hendan kærleikssøgan fær enn eitt kapittul - vælkomin heim, Eivør.
Eivør
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2023
Trúgv og átrúnaður er evnið fyri nýggjari serframsýning á Listasavni Føroya
Í gjár lat upp nýggj serframsýning á Listasavni Føroya. "Myndir í trúnni" kallast framsýningin.
Framsýningin setir sjóneykuna á trúgv og átrúnað í føroyskari list, og týdningin, sum átrúnaður hevur og hevur havt fyri føroyingar og føroyska samfelagið.
Stutt um framsýningina:
Í føroyska samfelagnum hevur trúgv fylt ógvuliga nógv, og tað ger hon í stóran mun enn í dag. Taka vit átrúnað, er tað serliga kristindómurin, sum fyllir nógv í Føroyum. Áðrenn Føroyar vórðu kristnaðar, var tað ásatrúgv, eisini nevnd norrøna gudalæran, sum var høvuðstrúgvin undir fornøld og víkingatíðini. Hægstu gudarnir, eisini kallaðir æsir, vóru í ásatrúnni Óðin og Tórur.
Men hvussu er trúgv avmyndað í føroysku listini? Tað ber til at síggja á hesi framsýningini.
Framsýningin sýnir fram eitt breitt úrval av listaverkum, ið viðgera trúgv. Eldsta verkið á framsýningini er frá 1842, og nýggjasta verkið er gjørt í 2022. Meðan summi av verkunum snúgva seg um kristindóm, snúgva onnur seg um norrønu gudalæruna, umframt eina meiri abstrakta, andaliga trúgv.
Til ferniseringina fer Karina Lykke Grand, stjóri á listasavninum, at bjóða vælkomin, og síðan fer Theodor Eli Dam Olsen, prestur, at bera fram røðu og seta framsýningina.
Hesi listafólkini verða umboðað á framsýningini: Astrid Andreasen, Jóhan Martin Christiansen, Edward Fuglø, Sigrun Gunnarsdóttir, Heiðrik á Heygum, William Heinesen, Astri Luihn, Oggi Lamhauge, Marianna Matras, Anker Mortensen, Rannvá Holm Mortensen, Sámal Joensen-Mikines, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Eli Smith, Vár Samuelsen, Eleanor C. Tscherning og Tita Vinther.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2023
Talan er um altjóða tónlistatiltak í Brighton – og eitt fjórða tónlistafólk kemur afturat seinni
Føroyar verða aftur væl umboðaðar á almennu skránni til The Great Escape Festival í ár. Marianna Winter, Brimheim og Æðrasopper eru kunngjørd, og eitt fjórða tónlistafólk kemur seinni, upplýsir Faroe Music Export í tíðindaskrivi.
The Great Escape Festival er ein tríggjar dagar long tónleikastevna, ið verður skipað í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. MAMA-festivalar skipa fyri, og her verður vístur nýggjur musikkur úr fleiri sjangrum.
Stevnan varð stovnað í 2006 og umleið 300 bólkar spæla á 30 pallum kring allan býin.
Stevnan dregur tónleikavinnufólk úr øllum Evropa og øðrum pørtum av heiminum til sín, og hevur ferð eftir ferð víst seg at vera ein týðandi lopfjøl á yrkisleiðini hjá tónlistafólkum. Og ikki minst ein makaleysur møguleiki fyri at presentera seg fyri teimum størstu og týdningarmestu aktørunum, serliga í live-vinnuni.
The Great Escape er kend fyri at vera ein showcasefestivalur, har aktørar kunnu finna nýggj talent, og fólk sleppa at uppliva tónleikarar á einum meiri inniligum leikpalli, áðrenn teir spæla á teimum stóru pallunum kring um í heiminum.
Millum tann stóra skaran av tónleikarum, ið hava spælt á The Great Escape tíðliga á yrkisleiðini, eru mæt nøvn sum Ed Sheeran, Adele, Sigrid, Aurora, Rag'n'bone Man, John Grant, Michael Kiwanuka, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Laura Marling og mong onnur.
Brimheim var eisini við á The Great Escape í fjør. Biðin um at koma aftur í ár (Savnsmynd: Jamie McMillan)
Fyri ikki at gloyma: Í 2022 settu Føroyar sín dám á festivalin og býin við fyri fyrstu ferð at hava heili fýra listafólk á tí almennu skránni.
Føroysku tónleikararnir fara at spæla í minsta lagi á tveimum almennum konsertum hvør á festivalinum.
Í samstarvi við G! Festivalin verður eisini skipað fyri einum dagtiltaki í føroyskum høpi. Her fara øll tey føroysku tónlistafólkini at spæla, og tiltakið er opið fyri umboðum úr tónleikavinnuni og almenninginum. Eisini henda konsertin er partur av tí almennu skránni. Í fjør varð hesin parturin rættiliga væl vitjaður, og afturmeldingarnar hava bara verið góðar.
Glenn Larsen, leiðari fyri Faroe Music Export, FMX, sigur í viðmerking:
- Vit eru so sera fegin um aftur at hava fingið so nógv pláss á eini so týdningarmiklari stevnu sum The Great Escape. Tónleikararnir, ið spældu í fjør, hava allir upplivað fleiri positivar reaktiónir sum ringar í vatni við nýggjum avtalum og nýggjum sambondum og ikki minst fleiri útlendskar spæliavtalur. Vit kunnu av sonnum siga, at nógvir útlendingar í tónleikavinnuni løgdu merki til bæði Føroyar og teir føroysku tónleikararnar. Brimheim spældi sum kunnugt eisini í 2022, men er nú boðin aftur til The Great Escape fyri at spæla meiri profilerað spot/slot. Hjá Æðrasoppum og Mariannu Winter er hetta fyrsta stig út í Evropa. Tey vórðu bæði bíløgd eftir, at bookingstjórin hjá The Great Escape hevði verið á G! Festival í fjør. Eg eri sannførdur um, at tey fara at fáa nógv burtur úr hesum høvi
The Great Escape er í Brighton í døgunum 10. til 13. mai.
Æðrasoppar
Marianna Winter
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2023
Hetta verður við Hinumegin Ringvegin Trio, har Finnur Hansen spælir klaver, og Edvard Nyholm Debess spælir kontrabass
- Sangirnir hjá Kára P. eru av einum slag sum seta seg fast og blíva við at geva meining. Soleiðis eru tað nógv sum hava tað, og tískil eru vit glað fyri at kunna presentera Kára P., her sum trio.
Soleiðis skrivar fuglafjordur.fo á heimasíðu sínari í samband við, at Kári Leivsson - betri kendur sum Kári P - kemur til Fuglajarðar sunnudagin at framføra saman við Hinumegin Ringvegin Trio.
Kári P fer sum vant at syngja og spæla guitar, Finnur Hansen verður á klaverinum, og Edvard Nyholm Debess spælir kontrabass.
Finnur Hansen, Kári Leivsson (Kári P), og Edvard Nyholm Debess
Kári P hevur tvær útgávur á baki: "Vælferðarvísir" og "Hinumegin Ringvegin", og eru báðar varðar í føroyskum tónleikahøpi. Hetta eru sangir sum til dømis "Súrligar nætur í Keypmannahavn", "Villar víddir", "Ringulríma", "Kalli Katt", "Meirilutin ræður". Hinumegin Ringvegin Trio fer helst at spæla hesar og nógvir aðrar í Mentanarhúsinum sunnudagin - eisini verður trivið í onkran av sangunum á EP’unum hjá Debess & Petersen.
- Tað er bara Kári sjálvur sum kann syngja sínar sangir, sum teir eiga at vera. Royndu og dugnaligu tónleikararnir Finnur og Edvard stuðla undir og lyfta, so vit hetta kvøldið fáa Kára P. í besta innpakningi, skrivar fuglafjordur.fo
Konsertin byrjar klokkan 16 sunnudagin 5. februar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2023
Russarin, sum flýddi yvir um markið til Norðurnoregs, hevur biðið um friðskjól í Noregi
Russiski hermaðurin, Andrej Medvedev, sum fyrr hevur gjørt tænastu sum Wagner-hermaður, men síðan er flýggjaður til Noregs, sigur í samrøðu við Reuters tíðindastovuna, at hann ynskir at biðja um umbering fyri sín leiklut í krígnum millum Russland og Ukraina.
- Nógv halda meg vera eitt bartrog, ein lógloysing, ein drápsmann, sigur Medvedev í samrøðuni.
- Fyrst av øllum taki eg uppaftur og uppaftur, at eg ynski at biðja um umbering. Og hóast eg ikki veit, hvussu tað verður móttikið, so vil eg fegin siga, at eg harmist um tað, sigur hann.
Andrej Medvedev hevur biðið um friðskjól í Noregi eftir at vera flýggjaður úr Russlandi. Hann hevur greitt frá, at hann hevur verið limur í illa gitna privata Wagner-herliðnum, sum stríðist fyri Russland í krígnum í Ukraina.
- Eg vil fegin greiða frá, at eg ikki eri tann persónurin. Ja, eg havi tænt í Wagner-bólkinum. Tað er ein partur av søgu míni, sum eg ikki brýggi meg um – at eg yvirhøvur meldaði meg til, men ongin er føddur klókur, sigur Andrej Medvedev.
26 ára gamli russin varð tikin av norska herunum í farna mánaði í Pasvikdalen, sum markaøkin til Russlands norðast í Noregi. Hann er síðan avhoyrdur av Kripos, ið er serliga kanningardeildin hjá norsku løgregluni.
Sambært Medvedev er hann sinnaður at greiða frá sínum upplivingum, so “tey seku kunnu revsast”.
Hann hevur greitt frá, at hann gjørdist partur av Wagner-bólkinum í juli í fjør tá hann gjørdi ein sáttmála fyri fýra mánaðir. Hesa tíðina upplivdi hann eitt nú, at tveir limir í bólkinum vórðu skotnir fyri eyguni á nøkrum fangum, tí teir ikki vildu stríðast.
Reuters tíðindastovan hevur ikki havt møguleika fyri at eftirkanna útsøgnirnar hjá Medved, verður sagt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2023
Avstralski miðbankin vil heldur hava mynd, ið heiðrar upprunafólkinum í landinum
Charles kongur verður ikki avmyndaður, tá Avstralia fær nýggjar 5 dollars seðlar. Tað hevur avstralski miðbankin kunngjørt.
Myndin av nú farnu Elizabeth II drotning verður ístaðin avloyst av eini tekning, sum heiðrar upprunafólkinum í Avstralia.
Miðbankin upplýsir, at ætlanin er at seta seg í samband við upprunafólkið í sambandi við, at seðilin skal gerast í nýggjari útgávu.
Tað fer at taka nøkur ár, áðrenn nýggi fimmdollarsseðilin kemur í umferð, so núverandi seðilin við drotningini kann framvegis brúkast.
Sambært miðbankanum, hevur avstralska stjórnin givið avgerðini sítt viðmæli. Sitandi forsætisráðharri í Avstralia, Antony Albanese, gongur inn fyri, at landið gerst eitt lýveldi heldur enn kongsveldi.
Charles III kongur verður tó avmyndaður á komanti myntum, verður upplýst.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2023
Fleiri fólk frá Greenpeace komu sær mikudagin um borð á ein oljupall hjá Shell, sum er ávegis úr Kina í Norðsjógvin
Hetta hendi út fyri Kanariuoyggjar. Fleiri bátar frá Greenpeace løgdu seg fyri skipið, sum flytur pallin longu leiðina úr Asia. Skipið hevði kós móti Penguin olju- og gasskelduni eystan fyri Hetland, har pallurin skal arbeiða.
Atsóknin er ein roynd hjá Greenpeace felagsskapinum at fáa Shell at gjalda fyri sína oyðing av umhvørvi og heiminum sum heild og at stegða allari olju- og gassframleiðslu í Norðsjónum. Fýra mans frá felagssskapinum eru í løtuni umborð á pallinum og hevur Shell longu ávarað um trygdina umborð, nú ógreitt er, hvat mótmælisfólkini hava í kvittanum annað enn at gera vart við sína støðu.
Undir herrópinum "Stop Drilling. Start Paying" krevja Greenpeace fólkini, at Shell, sum tey siga í áratíggju hevur dálkað klótuna, skal gjalda fyri hesa oyðilegging og annars gevast við sínum virksemi, sum er oyðandi fyri veðurlagið. Tey vísa á, at Shell eins og onnur oljufeløg hava ongantíð goldið fyri tær oyðileggingar, sum tey eru atvoldin til.
Hetta er fyrstu ferð síðani 2019, at Greenpeace fremur tiltak sum hetta. Shell ger sambært Financial Times greitt, at tað hevur bundið seg til at minka um útlátið frá sínum virksemi men vísir samtíðis á, at tað er noytt til framhaldandi at gera íløgur í olju- og gassframleiðslu fyri at kunna nøkta eftirspurningin í heiminum, um somu tíð sum tað eisini ger íløgur í reinari orku.
Penguin keldan eystan fyri Hetland, hevur framleitt síðani 2002. Í 2018 gjørdi Shell av at longja um livitíðina hjá hesi kelduni við at bora fleiri brunnar, sum skulu bindast í nýggja framleiðslupallin. Ætlanin er at framleiða 45.000 tunnur um dagin, eftir at útbyggingin og nútímansgerðin er liðug.
- Verkætlanir sum Penguin hava alstóran týdning fyri veitingina av orku og at hjálpa Bretlandi at minka útlátið, sum annars kemur frá nnfluttari orku, ið er bæði dýrari og hevur størri útlát, sigur umboð fyri Shell, sum ávarar um vandarnar fyri skaðum, nú fólk fara um borð í ringum veðri.
- Vit virða rættin hjá øllum at siga sína hugsan. Men tað hevur týdning at tiltøk verða framd uttan at seta lívið hjá øðrum í vanda.
Skipið, sum hevur pallin umborð, heldur leiðina fram sum ætlað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2023
Umfevnandi frágreiðing gjørd um eina møguliga komandi vinnu
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2023
Borgarstjórin vil hava sólfangarar á almennum tekjum í danska høvuðsstaðnum
Lise Barfod skrivar, at høgu orkuprísirnir og møguleikin fyri at samskipa battarí og sólfangaraútbúnað skapa vónir um, at kommunan kann reka eitt felag, uttan at hetta skal geva undirskot. Vónin er, at eitt slíkt felag kann hvíla í sær sjálvum. Haraftrat er tað eitt stórt politiskt ynski um at økja um grøna orkuframleiðslu í Keypmannahavnar Kommunu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2023
Norðurlendski meistarin í gongulagsríðing Knút Lützen, hondbóltsúrmælingurin Hákun West av Teigum og krúststerka kvinnuliðið hjá H71, eru tilnevnd til heiðurin ÍtróttaNAVNIÐ 2022
Trý nøvn eru tilnevnd til stóra heiðurin sum ársins ÍtróttaNAVN 2022 hjá Ítróttasambandi Føroya. Talan um ein reiðmann, ein hondbóltsleikara og eitt hondbóltslið.
Ítróttasamband Føroya hevur í vikuni kunngjørt nøvnini og hevur knýtt fylgjandi frágreiðingar at nøvnunum:
Knút Lützen gjørdist saman við hestinum Kára frá Ásbrú í august, norðurlendskur meistari í GDB Gæðingakeppni á Álandi. Hetta er stór norðurlendsk kapping, ið er at meta beint undir HM í støði, hetta av tí at norðurlond eru sera frammaliga innan altjóða gongulagsríðing.
Knút Lützen hevur í nógv ár kappast í Føroyum og hevur seinasti árini ligið støðugt í oddinum, tá gongulagskappingar hava verið. Ætlanin hevur verið hjá honum at fara til altjóða kappingar bæði í 2020 og 2021, hetta gjørdist tó av ongum vegna korona – Hetta steðgaði tó ikki Knút Lützen ið at venja og at arbeiða miðvíst fram móti at kunna gera um seg á altjóða pallinum.
Í A-finaluni til NM á Álandi, skaraðu teir báðir eisini framúr og vunnu tá alt kom til alt aftur rættiliga greitt í A finaluni. Úrslitið var at Knút Lützen og Kári frá Ásbrú vóru norðurlendskur meistarar, Føroyar høvdu fingið sítt heiðursmerkið til NM og heiðursmerkið var av gull.
Hákun West av Teigum slóð í 2022 av álvara sítt navn fast í altjóða topphondbólti.
Kappingarárið 2021/22 fekk Hákun sítt gjøgnumbrot í fremstu deildini í Danmark við liði sínum, Skanderborg, har Hákun er yrkisleikari. Leikluturin hjá Hákuni er blivin alsamt størri og hann er nú greitt fyrstaval á høgra vongi.
Í januar mánaði var Hákun við 16 málum toppskjútti, tá ið føroyska A-landsliði hjá monnum á heimavølli á Hálsi spældi seg víðari úr bólkaspælinum í undankappingini til HM2023.
Í summar var Hákun við U02-landsliðnum í M20 EURO (EM-endaspælið) í Porto í Portugal og Hákun var við sínum 39 málum í seks dystum greiður toppskjútti á føroyska liðnum. Føroyar vunnu fýra dystir, m.a. móti Danmark og Noregi.
Í november rakk Hákun enn einum tindi, tá ið tað var kunngjørt, at hann hevur gjørt trý ára sáttmála við oddaliðið í týsku Bundesliguni, Füchse Berlin, har hann skal avloysa danska landsliðsspælaran, Hans Lindberg, ið telist millum bestu høgru vengur nakrantíð yvirhøvur.
Í desember kunngjørdi stóra altjóða hondbóltssíðan, Handball-Planet.com, at lesarar hennara høvdu valt Hákun West av Teigum til besta høgra vong í heiminum undir 23 ára aldur.
H71-kvinnurnar hava við evnum, áræði og hugflogi gingið nýggjar leiðir og hava flutt føroyskan felagshondbólt – og tað serliga hjá kvinnum – fleiri fet fram á leið við einastandi sterkum avrikum og úrslitum í fyrst og fremst EHF Europa Cup-kappingini, men eisini heima í Føroyum.
Í sínum fyrstu europeisku dystum vunnu tær móti WHC Cair-Skopje úr Norðurmakedonia, og síðani stóðu sveisisku Spono Eagles og serbisku Naisa Nis, áðrenn ein skriviborðsavgerð endaði fjórðingsfinalurnar ímóti ukrainska Galychanka Lviv, tí H71 ikki kundi ganga ímóti myndugleikunum og fara til krígshótta Ukraina at spæla.
Hetta kappingarárið hava H71-kvinnurnar endurtikið seg sjálvar og spælt seg víðari ímóti eysturríkska SV witasek Ferlach og tjekkiska DHC Slavia Prag, so tær aftur í vetur hava spælt seg í áttandapartsfinalurnar, sum verða spældar í januar ímóti spanska Club Balonmán Atlético Guardes.
Samstundis hevur H71 víst hegni og styrki í heimligu kappingini, har tað seinasta kappingarár gjørdist til fyrsta meistaraheitið í bestu kvinnudeildini umframt pláss í steypafinaluni, og nú hetta kappingarárið er hálvrunnið, eru H71-kvinnurnar oddalið í SMS-deildini og hava tryggjað sær hálvfinalupláss í Faxe Kondi-steypakappingini.
Við einum breiðum og evnaríkum hópi, ið hevur fleiri góðar spælarar á øllum plássum, er tað eydnast H71-kvinnunum at røkka longri í evropeisku kappingunum enn nakað føroyskt lið áður hevur gjørt. Felagsskapurin á og kring liðið er sterkur, samstundis sum hetta gevur føroysku feløgunum íbástur at seta sær høg mál.
Mynd: ÍSF
ÍtróttaNAVNIÐfær, umframt heiðurin, eisini 5.000 krónur í gávu. ÍtróttaFAGNAÐURIN 2022 verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya í kvøld. Sendingin byrjar klokkan 20.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2023
FSF hevur gjørt avtalu við norska fótbóltssambandið um venjingardyst á Ullevaal í november fýra dagar áðrenn seinasta undankappingardyst. Harvið er skráin fyri 2023 endalig
Seinastu árini hevur A-landsliðið við monnum spælt tilsamans tíggju landsdystir um árið. Hetta er sum partur av kravinum frá UEFA í samband við sjónvarpsavtaluna, og nú er tíggjundi dysturin í 2023 komin upp á pláss.
Fótbóltssamband Føroya boðaði fríggjadagin frá, at avtala er gjørd við NFF, norska fótbóltssambandið, um at Noreg og Føroyar spæla venjingardyst á Ullevaal Stadion í Oslo hósdagin 16. november.
– Tað er altíð deiligt at fáa nakrar venjingardystir, og hesin dysturin verður góð fyrireiking til EM-undankappingardystin móti Albania, sum verður á útivølli fýra dagar seinni
Hetta sigur Eli Hentze, hjálparvenjari hjá manslandsliðnum, við fsf.fo. Hesin dysturin í norska høvuðsstaðnum verður, sum hann nevnir, stutt áðrenn dystin í Albania, sum er tann seinasti í EM-undankappingini.
Føroyska A-landsliðið við monnum hevur fýra ferðir áður roynt seg ímóti Noregi – í tveimum venjingardystum, og í undankappingini til EM 2020, tá londini við sterku søguligu bondunum vóru í bólki saman.
Í dystinum á Ullevaal í november 2019 fingu føroyingar ein skelk, og vóru aftanfyri 2-0, tá átta minuttir vóru spældir. Hetta var eisini eitt ringt føroyskt avrik, og tað endaði 4-0.
Mynd: Sverri Egholm
Í løtuni eru tveir av allarbestu spælarunum í Premier League norðmenn. Erling Haaland setur nýggj støði fyri málskjóting í Manchester City, og Martin Ødegaard er liðformaður og stýrir spælinum hjá Arsenal meistarliga. Teir stríðast um meistaraheitið, og møguliga spæla teir móti Føroyum í november.
Teir vóru ikki á vøllinum, tá liðini seinast. Ødegaard var ikki tøkur, og Erling Haaland gjørdist skaddur í upphitingini. Áleyparin, ið tá var í gongd við at taka Evropa á bóli við Salzburg og sum var á veg til Borussia Dortmund, skuldi annars spæla frá byrjan á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2023
Føroyar skulu eisni spæla móti Andorra, Hvítarusslandi og Grikkalandi, og lagt verður út móti Andorra á heimavølli í juni. Talan er um krevjandi avbjóðingar sigur nýggi U21-høvuðsvenjarin
- Vit eru komin í ein sterkan og spennandi bólk, har spælararnir veruliga sleppa at royna seg. Avbjóðingarnar vera stórar og krevjandi, men vit halda okkum hava góðar møguleikar at vinna dystir og stig.
Soleiðis sigur venjari hjá U21-landsliðnum, Eyðun Klakstein, sum er staddur í Sveis í samband við lutakastið. Hetta lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk G saman við Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra.
Fótbóltssamband Føroyar boðar frá, at lagt verður út fríggjadagin 16. juni, tá Andorra vitjar í Føroyum. Sambært leikskránni verða fimm dystir spældir í ár og fimm í 2024
– Vit hava fingið eina hampuliga góða dystaskrá, so vit hava góðar møguleikar at fyrireika okkum væl til teir tíggju dystirnar. At spæla fimm dystir í ár, og hinar fimm komandi ár passar okkum eisini væl, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.
Eyðun Klakkstein, U21-venjari (Savnsmynd)
Skráin
16. juni Føroyar – Andorra
7. sept. Hvítarussland – Føroyar
12. sept. Føroyar – Kroatia
17. okt. Andorra – Føroyar
16. nov. Grikkaland – Føroyar
2024
21. mars Portugal – Føroyar
5. sept. Kroatia – Føroyar
10. sept. Føroyar – Grikkaland
11. okt. Føroyar – Portugal
15. okt. Føroyar – Hvítarussland
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2023
Klaksvíkar Ítróttarfelag hevði í vikuni aðalfund, har roknskapurin var lagdur fram. Annað árið á rað vísir úrslitið eitt hall
Aðalfundurin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag var hildin á loftinum í KÍ høllini í mánakvøldið.
Á fundinum varð roknskapurin 2022 lagdur fram fyri limum felagsins, og varð hann góðkendur.
- Roknskapurin vísti eitt hall á 492.000 krónur, sum skyldast høga ferðaútreiðslur til altjóða dystir serliga vegna verkfall hjá SAS, skrivar KÍ á heimasíðuni.
Hinvegin vunnu bæði Betri menn og kvinnur føroyameistaraheitið, og tað merkir, at tey skulu spæla í Champions League í summar. Hendan luttøka útvegar felagnum góðar inntøkur aftur í ár.
KÍ hevði í 2021 eitt hall upp á heilar 5,4 milliónir krónur. Sagt var eisini tá, at inntøkurnar frá FM-heitunum fóru at gera, at hall ikki fór at vera í 2022.
Nevndin heldur fram tó uttan Jákup Eydnugarð sum ikki tók við afturval. Í nevndini sita Tummas Lervig, formaður, Rúni Heinesen, næstformaður, Hilmar Danielsen, kassameistari, Rói Clementsen, samskifti, Kaj Dam, Betri menn, og Eyðstein Poulsen, akademi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2023
20 ára gamli fuglfirðingurin í Víkingi, hevur skrivað undir við Bryne í næstbestu norsku deildini
20 ára gamli Noah Mneney fer til norskan fótbólt.
Bryne FK, sum spælir í næstbestu norsku deildini kunngjørdi í vikuni ein trý ára langan sáttmála við fuglfirðingin, sum síðani 2019 hevur spælt á besta liðnum hjá Víkingi.
Noah Mneney hevur verið fastur maður á U21-landsliðnum, og var í vetur úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni.
Noah Mneney í venjingardysti fyri A-landsliðið móti Kosovo í vetur (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2023
B36 hevur gjørt sáttmála við høga miðverjan fyri kappingarárið
B36 hevur tryggjað sær Sonna Ragnar Nattestad kappingarárið 2023.
Høgi miðverjin leikti við B36 í 2020, men gjørdi í 2021 eitt legg til írskan fótbólt. Í fjør kom hann aftur til B36, og nú er so greitt, at hann aftur í 2023 verður partur av B36-hópinum.
Fyrsta umfarið í landskappingini verður leikt 4. og 5. mars. B36 byrjar á útivølli móti Víkingi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2023
- Tað liggur ein ávís ábyrgd á okkum eldru leikarum at bera, tá á stendur, sigur royndi verjuskansin hjá NSÍ
NSÍ hevur í vikuni skrivað undir nýggjan sáttmála við verjuskansan á liðnum, Odd Árnason Højgaard.
Heimasíðan hjá NSÍ skrivar seinnapartin, at Oddur harvið er enn ein leikari í røðini av etableraðum NSÍ-leikarum, ið følir, at hann eisini skal vera við til at spæla NSÍ upp aftur í bestu deildina. Við yvir 200 dystum í bestu deildini, er talan um ein ógvuliga royndan leikara, ið kemur at stýra verjuni hjá NSÍ.
- Tað liggur ein ávís ábyrgd á okkum eldru leikarum at bera, tá á stendur. Her eru tó nógvir ungir, og spennandi leikarar í hópinum, og eg vil fegin verða partur av endurreisnini av NSÍ, sigur Oddur Á. Højgaard við nsi.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2023
Verjukendi argentinin spældi 15 dystir fyri ÍF í fyrru hálvu í fjør og gjørdi veruliga vart við seg
- Vit kunnu við stórari gleði kunngerða, at lívsglaði argentinin, Elvio Gelmini, nú er ein ordiligur ÍF'ari. Vit hava í dag gjørt avtalu við Elvio um, at hann kappingarárið 2023 leikar við okkum.
Soleiðis skrivaði ÍF á Facebook-síðu sínari farna vikuskiftið.
Elvio kom upprunaliga til Føroyar at spæla fyri AB, men felagið á Argjum leigaði hann og landsmannin Santiago Lebus út til ÍF í fyrru hálvu. Hetta var sannur fongur fyri felagið í Fuglafirði, sum vann 1. deild í fjør - Santiago var tó nakað skaddur, men gjørdi mun tá hann spældi og hevði eina góða seinnu hálvu á sentrala miðvøllinum hjá AB.
Elvio Gelmini var lyklaleikari alla fyrru hálvu, har hann spældi 15 dystir og skoraði eitt mál, sambært FaroeSoccer. Hann hevur skjótar føtur, og við sínum kontanta stíli gjørdi hann serliga mun í verjukenda partinum. Hann gjørdi eisini veruliga vart við seg sum verjukendur miðvallari í steypadysti í Klaksvík, har ÍF helt KÍ frá at skora í 83 minuttir.
- Hann leikti við okkum fyrru helvt av kappingarárinum 2022 og vóru vit øll sera glað fyri hansara áræði, lætta lyndi og ikki minst hansara evnir sum fótbóltsleikara.
Elvio fór aftur til Argentina eftir summarsteðgin, men nú kunnu tey í Fuglafirði fegnast um, at 26-ára gamli argentingin er aftur í Fløtugerði, og at hann kann hjálpa ÍF í tilveruni í Betrideildini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2023
Høgi og sterki 22-ára gamli miðverjin var umráðandi partur av góðu gongdini í seinnu hálvu í fjør og hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála. Tilboðini ymsastaðni frá hava ikki mangla, men B68 eigur eitt serligt pláss hjá mær, sigur hann
B68 hevur í vetur leitað eftir einum miðverja. Fyrsta raðfestingin var at fáa Aidan Liu at halda fram. Felagið á Toftum leigaði hann úr Vejle í fjør, og spældi 193 sentimetra høgi miðverjin ein týðandi leiklut í at bjarga B68 frá niðurflyting.
- Síðsta ár hevði B68 ein ótrúligan endaspurt og var fjórðbesta lið eftir summarhálvuna. Við flestu av somu leikarum og framburðinum frá seinasta árið í huga og umframt nakrar nýggjar sera sera sterkar leikarar, kunnu vit nú síggja fram til at byggja uppá tað góða arbeiðið í felagnum og taka enn fleiri fet uppeftir.
Soleiðis stendur á Facebook-síðuni á B68 í samband við, at ein tvey-ára sáttmáli við 22-ára gamla miðverjan er gjørdur. Tað tyktiskt annars greitt - ella íhvussu er mest sannlíkt - fyrr í vetur, at Aidan Liu fór at spæla aðrastaðni í ár. Har vóru eisini aðrir møguleikar, men tað er nakað serligt í og rundanum B68 staðfestir hann.
- Tilboðini ymsastaðni frá hava ikki mangla, men B68 eigur eitt serligt pláss hjá mær, tí rómurin rundanum felagið, - Reyði Pantarin, venjaratoymið, nevnd og umstøðurnar kring felagið eru heilt fantastiskar. Eg eri klárur at fara til arbeiðis, og eg eri sera spentur uppá komandi tvey árini í B68.
Aidan Liu er uppvaksin í USA og hevur kinesiskar røtur. Hann kom til danskan fótbólt í 2018, fyrst til HB Køge. Hann er skrásettur fyri 26 dystir og trý mál fyri B68.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2023
Allan Mørkøre er settur sum høvuðsungdómsvenjari í Argja Bóltfelag fyri 2023 og 2024. Klaksvíkingurin hevur nógv ár á baki sum venjari og eisini spælari á Argjum
Argja Bóltfelag hevur sett nýggjan høvuðsumgdómsvenjara. Talan er um eitt av kendu nøvnunum í føroyskum fótbólti, Allan Mørkøre, sum hevur skrivað tvey ára sáttmála við AB.
Hesum boðar Argja Bóltfelag frá á Facebook-síðu sínari í vikuni.
Klaksvíkingurin kemur úr einum starvi sum høvuðsungdómsvenjari hjá FC Hoyvík, har hann hevur verið við til at flutt ungdómsfótbóltin í felagnum frameftir. Nú skiftir hann postnummar 188 út við postnummar 160 í fótbóltshøpi, sum AB skrivar, men Allan Mørkøre er vanur við at takast við fótbólt á Argjum
- Allan, sum er blivin 51 ára gamal, er gamal í garði í føroyskum fótbólti, og hevur bæði drúgvar leikara- og venjararoyndir. Vit kenna hann væl úti á Argjum, tí hann hevur í fleiri umførum verið venjari hjá besta mansliðnum, og eisini gjørdist hann føroyameistaravenjari við okkara U21-liði í 2018.
Hann kom út á Argir sum spælari eftir summarsteðgin 2007, og í árunum 2008-2010 var Allan venjari hjá besta mansliðnum hjá AB - partvíst leikandi venjari. Í 2008 førdi hann liðið up í Betrideildina aftur, og í 2009 helt AB sær uppi fyri fyrstu ferð nakrantíð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. februar 2023
35-ára gamli Leivur Simonsen, ið nýliga hevur lokið UEFA A-venjaraprógv, hevur skrivað undir eitt árs sáttmála við samanlagda felagið í Hoyvík
Í vikuni kunngjørdi AB, at Allan Mørkøre er nýggjur høvuðsvenjari á Argjum. Klaksvíkingurin er harvið aftur á Argjum, eftir at hann í nøkur ár hevur verið í Hoyvík.
Í gjárkvøldið varð so kunngjørt, hvør avloysarin hjá Allani í Hoyvík er. Talan er um 35-ára gamla Leiv Simonsen, sum hevur eina fortíð sum millum annað U21-venjari í FC Hoyvík. Hann hevur skrivað undir ein eitt-árs sáttmála í Hoyvík, har samanlagda felagið fer at eita "Fótbóltsfelagið Hoyvík".
Leivur Simonsen var meginpartin av árinum í fjør hjálparvenjari hjá Undrinum. Í vetur gjørdist hann UEFA A-venjari.
- Vit síggja fram í móti einum góðum og mennandi kappingarárið, har Leivur saman við okkara barna- og ungdómsvenjarum koma at mynda venjingarnar, skrivar fótbóltsfelagið í Hoyvík.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2023
Um tað verður samtykt á aðalfundinum fer felagið formliga at skifta navn til Fótbóltsfelagið Hoyvík - í vanligari talu Hoyvík
Í vetur varð samanleggingin millum FC Hoyvík og Undrið FF veruleiki. Samanleggingin er liður í at styrkja fótbóltsfelagskapin í triðstørsta býnum í Føroyum, so fólkið kann standa saman um eitt felag.
Í sambandi við samanleggingina skiftir felagið samleika og fær nýtt búmerki. Hetta er longu gjørt. Nýggja felagið boðar eisini frá, at nevndin á komandi aðalfundi fer at mæla til, at felagið broytir navn til Fótbóltsfelagið Hoyvík, tó í vanligari talu Hoyvík. Facebook-síðan hjá FC Hoyvík hevur longu skifti navnið til "Fótbóltsfelagið Hoyvík" og skift vangamyndina til grøna búmerki við hvítu áskriftini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2023
Frakland var ongantíð á odda í flottu finaluni í Stokkhólmi, har ein av nýggju spælarunum skoraði níggju mál, men har innskifti Rasmus Lauge gjørdist heilt stóra søgan á søguliga kvøldinum
Øll gullheiðursmerki hava sína serstøku søgu aftanfyri seg, og hetta heimsmeistaraheitið hjá Danmark - tað triðja í søguni og tað triðja á rað - var merkt av, at tá tað skuldi avgerast, vóru aðrir spælarar á vøllinum, enn hvat væntað varð áðrenn, og at ein skaðadarvaður 31-ára gamal spælskipari veruliga skein, tá tað var neyðugt.
Danmark legði ógvuliga væl út og var á odda 3-0 og løtu seinni 6-2. Álopsspælið koyrdi næstan sum smurt fyrsta korterið av hálvleikinum, og Niklas Landin hevði fleiri stórar bjargingar.
Frakland fall tó ikki í fátt og spældi skjótt og væl, meðan danska maskinan - við teimum spælarunum sum hava verið nógv á vøllinum seinastu dagarnar - steðgaði upp seinastu tíggju minuttirnar, og munurin í steðginum var eitt mál.
Talan varð eisini um góða byrjan danska byrjan í seinna hálvleiki, har millum annað verjan fekk fatur, og serliga Rasmus Lauge stóð fyri ferð og góðsku í danska álopinum.
Danmark slapp tó ongantíð heilt avstað, tí Dika Mem og hinir spældu flott, og tað skifti millum at vera eitt og tvey mál á muni eina góða løtu. Tað glapp tó, tá farið varð undir teir seinastu tólv minuttirnar. Tá slap Frakland ikki nærri enn tvey mál, og danir vóru kaldari.
Eftir at munurin fór upp á fýra mál, tá ein minuttir var eftir, var øllum greitt, at Danmark fór at endurvinna heimsmeistaraheitið. Tað kókaði í Tele2 Arena í Stokkhólmi, har tey allarflestu av teimum 20.000 hildu við Danmark.
Á bonkinum kundi Nikolaj Jacobsen stórfegnast saman við toymi og spælarum sínum: Hann hevur nú staðið á odda í 28 dystum í HM-endaspølum, og hevur Danmark vunnið 27 teirra og javnað ein.
Nikolaj Jakobsen hevur gjørt eitt frálíkt arbeiði sum danskur landsliðsvenjari - serliga í HM-høpi (Mynd: EPA)
Undir 51-ára gamla venjaranum hevur Danmark vunnið trý heimsmeistaraheitið á rað: Hetta hevur einki land áður gjørt. Hetta var ein flott finala millum Danmark og Frakland, ið eisini spældu OL-finalu í 2021. Tá vunnu fraklendingar - eins og tíggju ár frammanundan í HM-finalu í Malmö - men danska liðið og breiddin var sterkari hesaferð; eins og í OL í 2016.
Eitt, sum var ógvuliga merkisvert við hesum danska sigrinum, var, at á bonkinum saman við gullvenjaranum vóru millum annað Mikkel Hansen, Niklas Landin og Henrik Mølgaard: Tað vil siga, at tveir teir størstu donsku profilarnir seinastu 12 árini og verjuovastin seinastu nógvu endaspølini ikki vóru inni, tá alt skuldi avgerast.
Kevin Møller avloysti Landin eftir 41 minuttir og hevði nakrar góðar bjargingar - liðformaðurin kom tó inn og bjargaði umráðandi brotskast eftir 57 minuttir. Simon Hald og Magnus Saugstrup stóðu í miðverjuni. Mikkel Hansen fekk trupulleikar við knænum í hálvfinaluni. Hann spældi tó fyrra hálvleik, men var bert eitt inni og skoraði eitt brotskast - einasta skotið hjá honum í finaluni. Annars stóð maðurin við 24-talinum á rygginum og pannubandinum á høvdinum fyri stórum moralskum stuðli frá bonkinum; serliga til Rasmus Lauge.
Nummar 11 hjá Danmark var næstan á veg heim í síðstu viku, tí trupulleikar framvegis vóru við tjúkkanum. Men síðani hevur Lauge spælt nakað - serliga í verjupartinum. Rasmus Lauge fekk sít fyrsta mál í hesum endaspælinum, tá hann kom inn í álopið í fyrra hálvleiki: Í seinna hálvleiki skoraði Lauge níggju ferðir. Spælskiparin breyt ígjøgnum við stórari megi og ferð og var tryggur í øllum skotunum uttan einum - eisini útifrá - og spældi 31-ára gamli eisini viðspælarar sínar ógvuliga væl upp.
Rasmus Lauge var framúrskarandi í endaspælinum í HM-endaspælinum á heimavølli í 2019, men hevur síðani aftur verið nógv skaddur og var millum annað ikki við fyri tveimum árum síðani.
Mathias Gidsel skoraði seks ferðir í finaluni og gjørdist HM-toppskjútti við 63 málum. 22-ára gamli Simon Pytlick spældi eisini við stórum dirvi í sínari fyrstu finalu við landsliðnum og skoraði heili níggju ferðir; millum annað tá GOG-spælarin kom innaftur móti endanum av dystinum og royndi seg við undirhondsskoti.
Jóhan á Plógv Hansen var bert á vøllinum eina lítla løtu í finaluni. Vongurin varð spældur fríur í donskum yvirtali, men Desbonnet bjargaði væl. Jóhan á Plógv er nú trýfaldur heimsmeistari (Mynd: EPA)
HM-finala
Sunnudagin 29. januar
Danmark - Frakland 34-29 (16-15)
Toppskjúttar: Rasmus Lauge 10 mál, Simon Pytlick 9 mál
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2023
20 ára gamli Ovi Lützen spælir við Neistanum restina av kappingarárinum
Neistamenn hava styrkt seg við 20 ára gamla Ova Lützen.
Hann er uppvaksin í Kyndli, men hevur nú valt at royna seg í bláu troyggjuni.
- Sigast kann ikki annað enn, at Ovi hevur fingið nógv gott í beinini í Kyndli. Ovi er ein sterkur og góður leikari, sum styrkir munandi í verjuni og er ein støðug hóttan í álopinum, skrivar Neistin.
Ovi Lützen hevur longu spælt tveir dystir við Neistanum, sum liggur nummar fýra í Burn deildini við 11 stigum.
Ovi Lützen (Mynd: Neistin)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. Jan 2023
Klaksvíkskvinnur vunnu 34-27 á StÍF hóskvøldið
StÍF var væl við ein stóran part av fyrra hálvleiki, men annars var lítil spenningur í KÍ-høllini hóskvøldið, har Stjørnan tók ímóti.
Hálvleiksstøðan var 18-12 til Stjørnuna, og í seinna hálvleiki økti heimaliðið og vann 34-27.
Sunnudagin verða tríggir dystir í bestu kvinnudeildini. Allir dystirnir byrja klokkan 14:
VÍF-EB
Kyndil-Neistin
StÍF-H71
Støðan undan hesum dystunum:
H71 29 stig
Kyndil 23 stig
Neistin 21 stig
Stjørnan 18 stig
VÍF 14 stig
StÍF 5 stig
VB 4 stig
EB 4 stig
Neistin og VB hava spælt 14 dystir, hini liðini hava spælt 15.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2023
Skalt tú hava spenning í Føroya Tele-deildini, so skalt tú hyggja tá SÍ spælir, tí fyri triðju ferð í ár gjørdist talan um 5-settara hjá SÍ, tá teir hóskvøldið tóku ímóti ÍF í Sørvági
SÍ – ÍF 3-2 (25-17, 22-25, 25-15, 21-25, 15-7)
Skalt tú hava spenning í Føroya Tele-deildini, so skalt tú hyggja tá SÍ spælir, tí fyri triðju ferð í ár gjørdist talan um 5-settara hjá SÍ, tá teir í kvøld tóku ímóti ÍF í Sørvági.
Eftir at SÍ hevði lagt seg á odda 2-1 í settum, sá út sum um at SÍ hevði hug at renna frá, tá teir fóru framum 18-15, eftir at liðini høvdu fylgst til 15-15. Men ÍF fekk teir aftur og fór eisini framum 23-20 og vann setti 25-21, og so skuldi alt avgerast við javnbrótara.
Við tveimum blokkum á rað frá Tóka í Haraldstovu legði SÍ seg á odda 5-0, og støðan gjørdist eisini 7-0 áðrenn ÍF kom á talvuna, men tá tóktist støðan hjá fuglfirðingum vónleys. Tá so ÍF vann okkurt stigið, fóru nógvar av servunum beint í netið ella út av vøllinum, og so hevði SÍ lætt spæl, og dystarbóltin vann SÍ við at ÍF sendi enn eina servu í netið til 15-7 til heimaliðið.
Ávikavist 7 og 8 stig eru hjá SÍ og Mjølni upp til Fleyr á øðrumplássi, nú kappingin er hálvrunnin, so øgiliga nógv skal ganga teirra veg, skulu tey røkka finaluplássinum um føroyameistaraheitið, men tað er ikki ógjørligt, tí framvegis eru átta dystir eftir at leika – tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2023
Rennarin úr Norðdepli vann á svia og dana við sínum eyðkenda endaspurti og kláraði væl og virðiliga kravtíðina fyri oyggjaleikir
Vikuskifti 28.-29. januar var stór kapping í frælsum ítróttum í Malmö, sum ber heitið Atleticumspelen 2023. Kappingin var hildin í høll í suðursvenska býnum, sum er gjørd til júst frælsa ítrótt. Talan var um eina snotiliga høll, har breytin er 200 metrar. Rennikappingarnar blíva ofta meira inntensar innandura, orsakað av, at tað ikki er líka nógv pláss á breytini
Ein av luttakarunum var Rebekka Fuglø Poulsen úr Norðdepli. Hon hevur seinastu árini runnið til alskyns kappingar og á styttri og longri teinum, umboðandi Treystið úr Klaksvík. Sterkastu úrslitini eigur 29-gamli rennarin tó í miðteinunum, og í Malmö var tað á 800 metra-teininum, at hon skuldi royna seg.
Rebekka kappaðist í A-bólkinum, ið er tann sterkasta riðilin hjá kvinnum, og var hon væl uppløgd tá hon gekk ímóti startlinjuni. Sum vit hava fingið greitt frá, so var stutt eftir startskotið greitt, at talan helst fór at vera háspenning og eina harða kapping millum tríggjar: Ellen Christensen úr Frederiksberg IF í Danmark, Sara Liljegren úr svenska IS Göta og síðani Rebekku Fuglø Poulsen úr Treystinum.
Tempoðið er høgt, sum boðar frá góðum tíðum, og Sara og Rebekka elta Ellen, sum beinanvegin leggur seg á odda. Hendan støðan er galdandi í trý tey fyrstu umførini, men í síðsta umfarið, tá góðir 100 metrar eru eftir, ætla Sara og Rebekka sær framum Ellen. Tað er tá, at Rebekka kemur við sínum eyðkenda rykki og leggur báðar aftur um seg í síðsta svinginum, og vinnur harvið við áleið einum sekundi.
Við hesum flotta endaspurtinum kom føroyski rennarin fyrst um mállinjuna við tíðini 2:15.66. Hetta er væl undir oyggjaleikakravið á teinunum, sum er 2:20.00. Árið hjá henni uttan fyri landoddarnar byrjaði væl.
Rebekka kemur á mál eftir góðan endaspurt í snotiligu høllini í Malmö
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2023
Føroyska landsliðið í inniróðri hevur luttikið í evropameistaraskapinum í Paris, og Sarita Kristina Hansen vann seg aftur eitt 1. pláss í bæði 500 og 2.000 metrum
Róðrarsamband Føroya hevur ikki verið uttanlands við landsliðnum í 2021 og 2022 vegna farsóttina, men hevur luttikið í kappingunum netborið. Tí var spennandi hjá rógvarunum at koma í eina fullsetta høll, har umleið trýtúsund luttakarar hittust.
Róðrarsambandið úttók í desember sjey rógvarar at umboða Føroyar í EM, harav fimm av teimum eisini skulu kappast í HM, sum verður í Toronto síðst í februar.
Sarita Kristina Hansen, landsliðsvenjari, hevur umboðað Føroyar fleiri fer áður í altjóða kappingum, og aftur hesaferð vísti hon sína styrki og vann sær, fjórða árið á rað, eitt 1. pláss í bæði 500 og 2.000 metrum.
Inga Weihe Sivertsen, Mattias Durhuus, Zoe Elisabeth Dickson og Vár Guriardóttir Hansen, hava somuleiðis umboðað Føroyar á landsliðnum áður. Hans Petur Brekkstein og Sára Maria Johansen umboðaðu Føroyar á fyrsta sinni.
Sára Maria, Vár og Zoe rógva og venja til dagligt í Danmark, har tær í løtuni eru í lestrarørindum.
Frá vinstru: Zoe, Sára Maria, Vár, Sarita, Mattias, Hans Petur og Inga. Aftanfyri standa Rógvi Kærbech og Annika V. Dalsgarð nevndarumboð hjá RSF.
Tíðirnar frá fríggjadegnum - 500 metrar:
Kvinnur 30-39 lættvekt
nr. 1 Sarita Kristina Hansen - 1:38,6
Kvinnur 30-39
nr. 5 Inga Weihe Sivertsen - 1.37,1
Menn 30-39 lættvekt
nr. 7 Hans Petur Brekkstein - 1.30,1
Kvinnur U23
nr. 1 Vár Guriardóttir Hansen - 1.32,3
nr. 3 Sára Maria Johansen - 1.35,7
Kvinnur U23 lættvekt
nr. 2 Zoe Elisabeth Dickson - 1.40,7
Menn U19
nr. 1 Mattias Durhuus - 1.19,4
Tíðarnar frá leygardegnum 2000 metrar:
Kvinnur 30-39 lættvekt
Nr. 1 Sarita Kristina Hansen - 7.25,3
Kvinnur 39-30
Nr. 4 Inga Weihe Sivertsen – 7.22,2
Menn 30-39 lættvekt
Nr. 9 Hans Petur Brekkstein – 6.40,3
Kvinnur U23
Nr. 4 Sára Maria Johansen – 7.11,3
Nr. 5 Vár Guriardóttir Hansen – 7.23,8
Kvinnur U23 lættvekt:
Nr. 3 Zoe Elisabeth Dickson – 7.31,2
Menn U19
Nr. 4 Mattias Durhuus – 6.13,9
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2023
Vinnur stig fyri sítt universitet í kapping móti øðrum universitetum
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, sum beint eftir jól flutti til Miami í Florida at svimja og lesa á Florida International Univesity (FIU), ger longu vart við set sum svimjari í nýggju umstøðunum.
18. januar var hon við í kapping fyri sítt universitet FIU, sum hitti Florida Gulf Coast University í sokallaðum ‘dual meet’. Her vann føroyski svimjarin sína fyrstu kapping fyri lærustovn sín. Talan var um 500 yards frí, sum hon vann við tíðini 5:00.55. Vár gjørdist eisini nummar tvey í 200 yards frí við tíðini 1:53.23. FIU vann samanlagt stevnuna við stigunum 634,3 ímóti 582,6.
Leygardagin var aftur dual meet, tá FIU tók ímóti Florida Atlantic University í heimahyli í Miami.
Vár svam væl og vann báðar sínar kappingar. 1.000 yards við tíðini 10:14.29 og 500 yards við tíðini 5:01.65.
Vár gjørdist harvið tann svimjarin, ið vann næstflest stig á stevnuni, sum FIU eisini vann samanlagt við stigunum 641,6 ímóti 560,4.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. Jan 2023
Í báðum førum var talan um 50 metra bringu. Líggjas Joensen úr Ægir var annars stóri heiðursmerkjaslúkurin, tá samanlagt 43 svimjarar úr Ægir, FS, HS og SuSvim luttóku og stóðu seg væl til Reykjavík International farna vikuskiftið
Íslendska svimjisambandið skipaði í vikuskiftinum fyri Reykjavík International 2023, har eisini ein rúgva av føroyskum svimjarum luttóku. Hóast avbjóðingar við seinkaðari flogferðslu, so vóru úrslitini yvirhøvur góð hjá okkara svimjarum, og svumu tey seg til nógv finalupláss og heiðursmerki.
Heimasíðan svimjing.com staðfestir, at sum heild stóðu teir 43 føroysku svimjararnir seg væl, og at tey flestu svumu sínar bestu tíðir í, í minsta lagi einari grein. Tað eru sera góð tøl, fyri eina stevnu í januar mánaða, skrivar heimasíðan.
Met og juniormet - 31 heiðursmerki
Tvey megnaðu at seta samanlagt trý met í Reykjavík. Fyrst var tað Lea Osberg Højsted (2008, Ægir), sum fríggjakvøldið setti nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing við tíðini 34.31.
Síðani var tað meira royndi Róland Toftum (1998, SuSvim), ið sunnukvøldið setti nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil við tíðini 29.36. Vágbingurin átti sjálvur gamla metið á 29.43 sekund frá Danish Open í 2017.
Føroyingarnir vunnu tilsamans seks heiðursmerki (eitt gull, eitt silvur og fýra bronsur) í opna bólkinum, og heili 25 heiðursmerki (níggju gull, seks silvur og tíggju bronsur) í yngru bólkunum. Serliga ein ungur svimjari skaraði framúr, vísir svimjing.com á
Líggjas Joensen (2008, Ægir) var tann stóri heiðursmerkjaslúkurin við einum gulli og tveimum bronsum í opna bólkinum, umframt fimm gullheiðursmerkjum í yngra bólkinum.
Bestu avrik
Líggjas Joensen (2008, Ægir) hevði eisini besta avrik av øllum teimum sum hoyrdu til yngru bólkarnar, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing vann gull bæði í opna og yngra bólkinum, við tíðini 16:47.36 sum gav 646 FINA stig. Fyri tað varð hann heiðraður í Laugardalshøllini og fekk eina gávu afturfyri, skrivar svimjing.com.
Besta avrik av øllum føroyingum átti Róland Toftum, tá ið hann setti metið í 50 metra svimjing við tíðini 29.36. Hetta gevur 690 FINA stig.
- Besta avrik hjá føroyskum kvinnum, átti Eyðrið Mortensen (2003, HS), tá ið hon í 200 frí svam seg til 2:11.23 og 638 FINA stig, meðan Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) átti besta úrslit hjá yngri kvinnum, tá ið hon í 50 rygg svam seg til 32.31 og 582 FINA stig.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. Jan 2023
Føroyska landsliðið í olympiskari vektlyfting gjørdist nummar fimm í síni fyrstu altjóða kapping Reykjavík International Games. Fýra persónlig met vórðu sett á ferðini
Sunnudagin var aftur søgulig løta fyri føroyska vektlyfting, tá ið eitt føroyskt landslið í olympiskari vektlyfting fyri fyrstu ferð luttók í altjóða kapping.
Luttakandi londini høvdu tveir menn og tvær kvinnur á sínum liðum, og síðani varð samlaða sinclair-stigatalið lagt saman. Við sinclair-stigum verða lyftini umroknað í mun til kropsvekt.
Tey fýra, sum mannaðu føroyska liðið, vóru Asta Egilstoft Nielsen, Maibrit Reynheim Petersen, Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen.
Noreg vann kappingina framman fyri Ísland. Finnland varð nummar trý, Danmark nummar fýra og Føroyar gjørdist nummar fimm.
Fyrsta føroyska landsliðsluttøkan í altjóða kapping vísti enn einaferð framgond hjá føroyskari olympiskari vektlyfting.
Asta Egilstoft Nielsen, sum luttók í altjóða fyri fyrstu ferð, setti persónlig met í trekk við 51 kilo og í stoyt við 70 kilo. Met í bæði trekk og stoyt høvdu samstundis við sær met í tvídysti.
Maibrit betraði sítt persónliga met í trekk við at lyfta 82 kilo. Niels Áki Mørk var nær við at megna 115 kilo í stoyt og hevði í so fall sett met.
Næsta stóra kappingin hjá føroysku vektlyftarum verður FM 2023, sum verður hildin 25. februar í fimleikarhøllini í Finsen í Havn.
Kósin er eisini sett fram ímóti NM 2024, sum eftir ætlan verður í Norðurlandahúsinum komandi heyst, tá ið Føroyar verða vertir fyri norðurlendsku meistarastevnuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2023
Leygardagin var fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi
Leygardagin var fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn.
20 lið við tilsamans 178 íðkarum vóru tilmeldað. Luttarar vóru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.
Úrslitini frá kappingini gjørdust hesi:
Pinkur:
Nr. 1: Nora hjá HF við 14,15.
Nr. 2: Aura hjá Klaksvíkar Fimleikafelag við 13,10.
Nr. 3: Nava hjá Støkk við 12,90.
Nr. 4: Vega hjá Ljósinum við 10,68.
Nr. 5: Liva hjá Støkk við 8,70.
Nr. 6: Alda hjá HF við 8,48.
(Mynd: Jón K. Joensen)
Smágentur:
Nr. 1: Norma hjá Ljósinum við 15,22.
Nr. 2: Nala hjá HF við 14,60.
Nr. 3: Luna hjá Støkk við 14,42.
Nr. 4: Urða hjá Støkk við 13,22.
Nr. 5: Nita hjá HF við 12,83.
Nr. 6: Astra hjá Klaksvíkar Fimleikafelag við 12,35.
(Mynd: Jón K. Joensen)
Gentur:
Nr. 1: Svalan hjá Støkk við 16,45.
Nr. 2: Mira hjá HF við 16,27.
Nr. 3: Ara hjá Ljósinum við 15,23
(Mynd: Jón K. Joensen)
Unglingar:
Nr. 1: Rósan hjá Støkk við 21,53.
Nr. 2: Bjalla hjá HF við 21,28.
(Mynd: Jón K. Joensen)
Kvinnur:
Nr. 1: Lyra hjá Ljósinum við 22,57.
Nr. 2: Hulda Meliora hjá HF við 22,38.
Nr. 3: Hulda hjá HF við 20,47.
(Mynd: Jón K. Joensen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. Jan 2023
Dystirnir verða leiktir í tennishøllini í Kópavági í døgunum 18. og 19. februar
Sum liður í fyrireikingum til Oyggjaleikirnar í summar fer føroyska tennislandsliðið hjá monnum til Íslands í næstum at spæla landsdyst ímóti Íslandi.
Tað verður ein søgulig hending, tá ið føroyska landsliðið í tennis hjá monnum fer til Íslands at spæla ímóti tí íslendska landsliðnum. Sum skilst er hetta fyrstu ferð, at Føroyar og Ísland spæla landsdyst í tennis. Dystirnir verða leiktir í tennishøllini í Kópavági í døgunum 18. og 19. februar.
Landsliðsvenjarin, Adam Blicher, hevur tikið út sjey leikarar til hendan landsdystin, har spælt verður bæði í einmans- og tvímansleiki. Landsdysturin er skipaður soleiðis, at sjey dystir í einmansleiki og tríggir dystir í tvímansleiki verða leiktir bæði leygardag og sunnudag. Talan er um 20 dystir tilsamans. Leikararnir skulu sostatt spæla tveir dystir hvønn dagin – tó situr ein leikari yvir í tvímansleiki. Hvør dystur telur eitt stig, og síðani verður talt upp, hvussu nógv stig liðini hava tilsamans.
Landsliðsvenjarin hevur valt hesar leikararnir at umboða Føroyar: Pætur M. Dahl, Nicholas Petersson, Jón Brekku, Ingi Højsted, Annfinn Gaard, Svenn F. Jacobsen og Hjalti M. Jacobsen.
Síðsta summar setti Tennissamband Føroya nýggjan landsliðsvenjara, tá ið Adam Blicher varð settur at fyrireika luttøkuna á Oyggjaleikunum 2023. Fyrireikingarnar ganga sum ætlað, og hesin dysturin ímóti íslendska landsliðnum er ein liður í fyrireikingunum.
Tennissamband Føroya fegnast um samstarvið við íslendska tennissambandið, sum í fyrstu atløgu hevur við sær, at føroyska landsliðið er bjóðað til Íslands at spæla landsdyst. Ætlanin er, at landsdystur millum grannatjóðirnar verður eitt afturvendandi tiltak.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. februar 2023
Kristin Michelsen borgarstjóri í 20 ár
Fríggjadagin 3. februar vóru 20 ár síðani, at Kristin Michelsen á fyrsta sinni var valdur til borgarstjóra á Tvøroyri, og neyvan hevði hann tá givið sær far um, at hann nú 20 ár seinni, framvegis skuldi sita í borgarstjórasessinum.
Hetta er tó veruleikin hjá froðbinginum, sum fór í farloyvið úr borgarliga skrivstovustarvi sínum sum fulltrúi á sýsluskrivstovuni í 2003, tá hann fekk í boði at blíva valdur borgarstjóri á Tvøroyri, eftir at táverandi borgarstjórin, Finnleif Guttesen gjørdi av, at leggja frá sær í úrtið, eftir at hava røkt starvið í tvey ár.
Kristin hevur bankaútbúgving og starvaðist í gamla Sjóvinnubankanum frá 1973 til 1978. Eisini er hann útbúgvin timburmaður, eitt yrki hann røkti frá 1978 til 1984. Frá 1981 til 2003 starvaðist Kristin sum eykaløgreglumaður og fulltrúi á sýsluskrivstovuni í Suðuroynni.
Kristin er føddur 30. juni 1956 og sonur Vilborg og Mikkjal Michelsen, ið búði undir Heygnum á Tvøroyri. Har vaks hann upp saman við tveimum eldri beiggjum Niels Jacob og Daniel Jacob, samt við tvíburabróðrinum Poul Juul, yngra beiggjanum Vilmund og systrini Sóley.
Abbin í móðurætt er ongin minni enn mæta Hargaskaldið Pól F, sum mesta av ævini búði á Hamri í Froðba, haðani hann krøkti seg so fastan í føroyska mentanararvin, at hansara orð aldri tagna.
Metaforiska lýsingin av borgarstjóranum og verkskapsmanninum Kristin Michelsen, sæst í stóran mun aftur í rættuliga beinraktari røðu av Tobba, sum altíð við dugnaligum orðavalið myndaði abban úr Hørg, sum verandi:“Yrkjarin, ið fjakkaði frá tí eymasta til tað harðasta, frá tí stillasta til tað villasta, frá tí mest viðkvæma til tað djarvasta, sum var sparringspartnari hjá fleiri ættarliðum, sum átók sær herskna leiklutin, at perspektivera tjóðina í andaligum, mentanarligum og politiskum viðurskiftum”
Eg elski fjøllin himnahá
við stinnum tindum, ið loftskýggj ná,
og grønum líðum,
frá fyrndartíðum
tey stóðu svá.
Eg elski áir og fossalag,
hin væna hagan, har fuglur kvað,
og vøtn og tjarnir,
har sól og stjørnir
seg spegla á
“Ramar risti hann rúnirnar” eru sum ein heilsan frá farnari tíð til abbasonin, borgarstjóran og fyrrverandi løgtingsmannin Kristin Michelsen, sum eins og skaldið er stuttligur, áhaldin, bondskur, revsandi, savnandi, vísur, eymur og kærleiksfullur við vaml fyri kávalótum.
Kristin bleiv valdur fyrstu fer í býráðið á Tvøroyri á samgongulistanum í 1988 við 88 atkvøðum, har hann sat eina setu sum vanligur býráðslimur. Kristin valdi ikki at stilla upp aftur, fyrr enn á valinum í ár 2000, har hann bleiv valdur á lista D við 87 atkvøðum og valdur sum borgarstjóri í 2003. Til kommunuvalið 9. november 2004 bleiv Kristin toppskorðari við 225 atkvøðum á lista C. Í 2008 bleiv hann aftur valdur á lista C við 298 atkvøðum. Í 2012 á lista C við 239 atkvøðum og í 2016, við 297 atkvøðum á Kommunulistanum. Til seinasta kommunuval 10 nov. 2020, var Kristin uppstillaður á Felagslistanum, har hann fekk 285 atkvøður.
Kristin stillaði eisini upp til Føroya Løgting í 2011 og varð valdur inn við 393 atkvøðum, næst flest á lista C hjá Javnarflokkinum. Í 2015 varð hann aftur valdur í løgting fyri Javnaðarflokkin við 302 atkvøðum og í 2019 varð hann valdur inn fyri Sjálvstýri við 298 atkvøðum. Í løgtinginum hevur Kristin røktað fleiri álitissessir, eitt nú nevndarlimur í rættarnevndini, uttanlandsnevndini og fíggjarnevndini.
Kristin er heimstaðarvinur um ein háls, búsitandi í Froðba og er giftur við Joan Michelsen úr Hvalba og eiga tey dóttrina Halldis.
Tvøroyrar Kommuna
á Kyndilsmessu 2023
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. februar 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald