Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 18. februar 2023 | Nr. 7 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Nýggj kirkja ávegis á Glyvrum

SíÐa 9

1 Leygardagur 18. februar 2023

Góðan lesihug og góða føstulávint

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

12 + 170 er ikki 141

Fíggjarlógin hevur verið høvuðsevni í politiska miðladekninginum hesa vikuna, og sum tað kann síggjast í eini røð av tíðindaskrivum, ið verða endurgivin í hesum blað, so er tað almennu landsstýrismálaráðini, sum hava gingið á odda í herferðini fyri at greiða almenninginum frá, hvat nú fer at henda.

Hóast fíggjarlógaruppskotið varð sagt í høvuðsheitum at vera eitt “copy/paste” av uppskotinum, sum datt niðurfyri, tá Bárður løgmaður skrivaði út nýval, so tykist sum um, at propagandamaskinan hjá aðalráðunum hevur eydnast at fáa nógv okkara at trúgva, at nývalda landsstýri hevur sett nýggjan politikk í verk, og at vit onkursvegna fara at merkja, at nýggj fólk eru komin til landsins stýri.

Men tað er ein onnur propaganda-maskina, ið ikki hevur riggað so væl í sambandi við at fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram fyrr í vikuni.

Tað tykist sum floksskrivstovurnar hjá stóru flokkunum í samgonguni ikki rættiliga eru komnar fyri seg aftur eftir valið.

Við ein munn fóru Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi út á sosialu miðlarnar at erpa sær av, at uppskotið hjá Ruth fíggjarmálaráðkvinnu hevði eitt avlop, sum var 129 milliónir krónur hægri enn tað, sum Uni táverandi fíggjarmálaráðharri legði fram fyri skjótt fimm mánaðum síðani.

Við mynd av teimum seku floksformonnunum. Á uppskotinum hjá javnaðinum var tað Jørgen Niclasen, sum var fyrrverandi bæði floksformaður og fíggjarmálaráðharri, tá fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram.

Endamálið við kampanjuni tyktist at vera at vinna sær neisur og leggja frástøðuna til andstøðuna á tingi.

Eitt so tápuligt átak, sum vit ikki vilja trúgva, at floksformenninir hava góðkent áðrenn tað fór út. Neisan hjá Tjóðveldi er síðan tikin aftur av vanganum og er ikki longur at finna á almennu síðum Tjóðveldis, so har bendir okkurt á, at onkur hevur fingið eitt nefs.

Tað tápuliga er ikki bara, at tað ongin grund er at leggja avstand millum seg og hinar flokkarnar so stutt eftir val. Tað er langt til komandi løgtingsval, og ongin orsøk er at leggja avstand til veljarar, ið kunnu vera møguligar atkvøður til ta tíð.

Tað tápuliga er meira í, at eitt uppskot, sum er lagt fram tveir mánaðar inn í nýggja fíggjarárið ikki kann sammetast við eitt uppskot, ið varð lagt fram tríggjar mánaðir áðrenn undanfarna fíggjarár var liðið.

Og ein og hvør við fráfaringarroynd fólkaskúlans dugir at rokna seg fram til, at við at leggja avlopið hjá undanfarnu samgongu – 12 milliónir – við meirinntøkurnar, sum tær síggja út nú – 170 milliónir – ikki verður 141. Heldur ikki um tey trekkja tær 25 milliónirnar frá, sum ríkisveitingin skal lækka í ár.

Tí er tað ikki eydnast nýggju samgonguni at skapa eitt størri avlop enn undanfarna megnaði.

Harvið er ikki sagt, at hetta fíggjarlógaruppskotið ikki er minst líka so skilagott sum hitt.

Men tað var framúr óbúgvið og óneyðugt og óstortsligt at markera tað á handan hátt.

Næstan líka so óstortsligt, sum tá borgarstjórin í landsins størstu kommunu leypur út í almenningin og leggur eftir einum borgara og stuðli til seinasta kommunuval, tí hesin í desperatión yvir vánaliga støði á barnaansingini í kommununi er farin at ráða fólki frá at flyta til høvuðsstaðarkommununa.

Alt peikar á, at borgarstjórin nú hevur fatað, at her er ein álvarsligur trupulleiki, ið nakað skal gerast við.

Men tað var óneyðugt at karaktermyðra ein vanligan borgara og smábarnapápa áðrenn farið varð undir at gera nakað við trupulleikan.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 6931

    Lisnar síður: 22277

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 18. februar 2023

Reiley kann vinna heila lortið

Man veit aldrin við Eurovision, men hann kann fara at vinna heila lortið, heldur tónleikaserfrøðingur

(Mynd: Agnete Schlichtkrull / DR)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Hetta er ein kapping, har tað nýr seg um at fáa flestar atkvøður. Í ár er tað øðrvísi á tann hátt, at allur heimurin sleppur at atkvøða, og tað kann vera ein fyrimunur fyri Rana Petersen úr Havn, sum kallar seg Reiley.

Tað heldur Eyðfinn Jensen, tónleikaserfrøðingur í Kringvarpinum. Eyðfinn Jensen og Uni Leitisstein Hansen vóru gestir í Ljóaranum hósdagin, og lýstu poppstjørnuna Reiley.

Leygarkvøldið vann hann danska Melodi Grand Prix og harvið møguleikan at umboða Danmark í stóru altjóða Eurovision sangkappingini, sum verður í Liverpool í mai.

Og møguleikin er til staðar, meta teir báðir.

- Eg trúgvi uppá, at hann kann vinna tað heila, men tað er ótrúliga ringt at siga. Tað kann eisini vera at hann ikki kemur víðari frá hálvfinaluni, man veit aldrin við Eurovision, segði Eyðfinn Jensen.

Uni Leitisstein Hansen nevndi, at tað er ógvuliga trupult at siga, tí nógv ymiskt kann spæla inn.

Hann greiddi frá, at tað er hørð kapping. 

- Ukrainar, sum vunnu í fjør, eru sterkir aftur í ár. Men Reiley hevur í øllum førum møguleika at koma heilt upp í topp. Men man veit ongantíð, tí tað er hetta her við eystur og vestur, segði Uni Leitisstein Hansen í Ljóaranum.

Teir báðir vóru tó samdir um, at Reiley hevur vunnið øgiliga nógv við at sleppa til Eurovision við sínum tónleiki. Í fjør hugdu 161 milliónir eftir tónleikakappingini.

Eurovision Song Contest verður í Liverpool 9., 11. og 13. mai. Danmark við Reiley sum umboði, luttekur í seinnu hálvfinaluni, sum verður 11. mai.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2023

3 Leygardagur 18. februar 2023

- Eg fari at gera tykkum stolt

Reiley fer at umboða Danmark í Eurovision, sum í mai mánaði verður í Liverpool

(Skíggjamynd: DR)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hann ætlar ikki einki, Rani Petersen sum farna leygarkvøld vann danska Melodi Grand Prix, og skal umboða Danmark í Eurovision.

Tað eru í ár tíggju ár síðani at Danmark vann Eurovision sangkappingina seinast, og nú er helst møguleiki fyri at gera tað enn einaferð.

- Eg havi tað so gott, og eg elski tað. Eg eri so glaður og havi notið hetta so nógv, segði ein ovfarin Reiley við vertin Heino Hansen beint eftir at vinnarin var blivin kunngjørdur.

- Lat okkum hava ein sang, sum kann koma í finaluna í Eurovision. Lat okkum gera hetta. Eg fari at gera tykkum stolt, segði hann á enskum við sjónvarpshyggjarar og áhoyrarnar í Arena Næstved.

Eurovision Song Contest verður í Liverpool 9., 11. og 13. mai. Danmark við Reiley sum umboði, luttekur í seinnu hálvfinaluni, sum verður 11. mai.

Soleiðis gjørdist úrslitið leygarkvøldið:

1. Reiley, 'Breaking My Heart' 43 prosent (15 prosent hyggjaraatkvøður, 28 prosent dómsnevndaratkvøður)

2. Nicklas Sonne, 'Freedom' 34 procent (20 prosent hyggjaraatkvøður, 14 prosent dómsnevndaratkvøður)

3. Micky Skeel, 'Glansbillede' 23 procent (15 prosent hyggjaraatkvøður, 8 prosent dómsnevndaratkvøður)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2023

4 Leygardagur 18. februar 2023

Sirið: Vit eiga at søkja limaskap í EBU

Sigurin hjá Reiley hevur fingið gongd í ætlanir um føroyskan limaskap í Eurovision

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, er vorðin sannførd um, at Føroyar ætla at royna at fáa limaskap í evropeiska sjónvarpsfelagsskapinum, EBU, sum skipar fyri árligu Eurovision sangkappingini.

Eftir at Rani Petersen sum Reiley vann donsku Grand Prix kappingina farna vikuskiftið og nú skal umboðað Danmark í Eurovision, er tankin vaktur um føroyskan limaskap.

Ein, sum hevur skumpað undir hesar tankar, er Johan Mortensen, sum undan kappingini í Danmark vendi sær til landsstýriskvinnuna um hetta við teirri sannføring um, at Reiley fór at klára seg væl.

Johan skrivaði eisini eina almenna áheitan. Sí lesarin.fo: Eurovision og Føroyar

Í sendingini Góðan Morgun Føroyar í vikuni segði Sirið Stenberg seg vera samda í hesum, og hevur borið málið fram við Høgna Hoydal, landsstýrismann við uttanríkismálum.

Eisini Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, tók undir við hesum, hóast tað ivasamt um Føroyar og Kringvarp Føroya megna at skipa fyri einari evropeiskari finalu um Føroyar skuldu vunnið.

Men sambært landsstýriskvinnuni er tað av týdningi, í fyrstu atløgu, at geva føroyskum tónleikarum møguleika at skipa fyri sínari egnu kapping og harvið luttøku í altjóða kappingini á hvørjum ári.

Um vit vinna, kann finalan kanska fyriskipast í samstarvi við onnur í fyrsta umfari, helt landsstýriskvinnan við mentamálum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2023

5

Størv

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024
6 Leygardagur 18. februar 2023

Reiley á pall í SMS

Mánadagin seinnapartin verður vinnarin av donsku Melodi Grand Prix kappingini at síggja á Torginum í SMS

(Mynd: Agnete Schlichtkrull / DR)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyri eini viku síðani gjørdi hann bart í finaluni í donsku Melodi Grand Prix kappingini, og SMS boðar nú frá, at Reiley vitjar á Torginum mánadagin.

- Reiley, sum nógv tónleikakøn meta hevur góðar møguleikar í altjóða Eurovision finaluni í Liverpool í mai við sanginum “Breaking my heart”, gleðir seg eisini at sleppa á pall í Føroyum, og vit í SMS eru sera glað fyri at geva Føroya fólki møguleika at hoyra føroysku stjørnina í heimbýnum hjá sær.

Tað verður nú mánadagin 20. februar klokkan 16.30, at Reiley fer á pallin á Torginum í SMS at framføra tveir sangir, men fyrst fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at bjóða Melodi Grand Prix vinnaranum og øllum øðrum vælkomnum.

Eftir framførsluna verður tað eisini møguleiki at fáa bæði eina autograf og eina selfie við Reiley.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2023

7 Leygardagur 18. februar 2023

Størri avlop og lægri ríkisveiting

Landsstýrið ætlar seinni í ár at leggja uppskot fyri løgtingið um at broyta tilfeingisgjøld í ali- og fiskivinnuni, sum skal styrkja fíggjarliga haldførið í komandi tíðum

Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 hevur 141 milliónir krónur í avlopi. Hetta hóast ríkisveitingin minkar 25 milliónir.

Fyri løtu síðani varð fíggjarlógin fyri inniverandi ár løgd fyri tingið. Eftir ætlan kemur uppskotið til fyrstu viðgerð hósdagin.

Tá val varð útskrivað, datt fíggjarlógaruppskotið hjá undanfarnu samgongu niðurfyri, og ístaðin hevur nývalda landsstýrið virkað eftir eini bráfeingis fíggjarlóg fyri at halda neyðuga raksturin av landshúsarhaldinum í gongd.

Umraðfestingar 

Landsstýrið skrivar í tíðindaskrivi, at tað ásannar, at verandi støða við ongari fíggjarlóg kann ikki halda fram í longri tíð, og hevur tí valt at taka støði í fíggjarlógaruppskotinum, sum varð latið løgtinginum í heyst.

Tó eru nakrar umraðfestingar gjørdar, bæði í løgum og í rakstri. Eitt nú er peningur settur av til at styrkja eygleiðaraskipan á Vørn, at fremja átøk í samtykta veðurlagspolitikkinum og til at fyrireika endurnýggjan av strandferðsluflotanum. Eisini eru raðfestar løgur, sum ikki vóru í fyrra uppskotinum.

Avlop og haldføri

Avlopið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 verður 141 milliónir krónur.

Samlaðu inntøkurnar eru mettar til 6.940 milliónir krónur, meðan útreiðslumetingin sigur 6.799 milliónir. Av hesum fara 6.169 milliónir til rakstur og 630 milliónir krónur til løgur og løgukendar útreiðslur.

Ríkisveitingin minkar 25 milliónir krónur í 2023.

Seinni í ár fer landsstýrið at leggja uppskot fyri løgtingið um at broyta tilfeingisgjøld í ali- og fiskivinnuni, sum skal styrkja fíggjarliga haldførið í komandi tíðum. Eisini ætlar landsstýrið at lækka skattin í samgongutíðarskeiðnum.

Fíggjarlógaruppskotið sæst her

Eftir fyrstu viðgerð í løgtinginum hósdagin, er fíggjarlógaruppskotið nú farið í fíggjarnevndina til víðari viðgerð.

Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini hevur sagt, at tað er hennara ætlan, at málið kann fáa eina skjóta viðgerð í fíggjarnevndini, tí tað er átroðkandi, at landsstýrið fær eina játtan at virka eftir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2023

8 Leygardagur 18. februar 2023

Ellivu milliónir tiknar av játtanini til Vestmannatunnilin

Nýggja samgongan ætlar ikki at seta eins nógv av til at fyrireika ein tunnil til Vestmannar í mun til undanfarnu samgongu

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Undanfarna samgonga skeyt upp at seta ellivu milliónir krónur av til tunnil til Vestmannar á fíggjarlógini fyri 2023.

Men nú nýggja samgongan hevur lagt fíggjarlógaruppskot fram er greitt, at bara ein millión er sett av til Vestmannatunnil.

Í fíggjarlógaruppskotinum frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu við fíggjarmálum, stendur, at Vestmannatunnilin verður fyrireikaður og prosjekteraður. Ein loysn er, at tunnilin verður gjørdur frá Kvívík til Vestmanna, so tað slepst undan at koyra um Høgareyn.

Oddagrein í Blaðnum Vikuskifti: Borið heldur til Hvalvíkar

Uppskotið til fíggjarlógina vísir eisini at samgongan ætlar at seta eina millión krónur av næsta ár, og síðani 25 milliónir í 2025.

Fyrsta viðgerð av løgtingsfíggjarlógini fyri 2023 verður hósdagin á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2023

9 Leygardagur 18. februar 2023

Nýggj kirkja ávegis á Glyvrum

Arbeitt hevur verið við málinum í næstan tjúgu ár, og nú er sáttmáli er gjørdur við arkitektavirkið SNA. Nýggja kirkjan skal eftir ætlan taka 750 fólk og eisini hava fullan kjallara

Vinnandi uppskotið á arkitektakappingini í 2007 (Tilgjørd mynd: Árni Winther Arkitektar)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Núverandi kirkja á Glyvrum hevur staðið í næstan 100 ár. Hon er frá 1927, og varð bygd út og endurvígd í 1981. Gamla kirkjan tekur 600 fólk - ætlanin er at rúm skal vera fyri 750 fólkum í nýggju kirkjuni, sum eisini skal hava fullan kjallara.

– Tað byrjaði við, at vit fyrst í hesi øldini ætlaðu at gera nakrar broytingar í kirkjuni, sum ikki var so væl egnað, tá ið talan var um onnur tiltøk enn ta vanligu gudstænastuna. Vit settu fram ynski um nakrar broytingar, men táverandi biskupur, Hans Jacob Joensen, helt fyri, at “nú skuldi ikki meira pjøssast upp á Glyvra kirkju”, men at vit heldur skuldu hava eina nýggja kirkju. Jógvan á Lakjuni, sum tá var landsstýrismaður við mentamálum, bar skjótt at og lovaði okkum fígging.

[object Object]
Nú skuldi ikki meira pjøssast upp á gomlu Glyvra kirkju, helt táverandi biskupur fyri nú nógvum árum síðani (Mynd: Hilmar Jan Hansen)

Hetta sigur Hans Jacob Lamhauge, sum hevur verið kirkjuráðsformaður á Glyvrum síðani 2002, við heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni.

Úrslitið av hesum gjørdist, at arkitektakapping varð útskrivað, á sumri 2007 varð greitt Árni Winther Arkitektar áttu vinnandi uppskotið av teimum 15. Hóast nógv er hent síðani tá, so er tað hetta uppskotið ið skal mynda nýggju kirkjuna á Glyvrum. Hon verður bygd norðan fyri verandi kirkju.

Meira um vinnarauppskotið her

Gjørt sáttmála - góðir karmar
Arkitektavirkið hjá Selmari Nielsen, SNA, yvirtók í 2007 Árni Winther Arkitektar, og tí er tað við SNA, at sáttmáli herfyri varð gjørdust um prosjekteringina av nýggju kirkjuni á Glyvrum. Hetta arbeiði er farið í gongd - í kirkjuráðnum á Glyvrum hava tey leingi arbeitt við at savna inn til sín part av fíggingini.

– Vanliga verður kirkjubygging fíggjað við einum triðingi frá kirkjuráðnum, einum frá stiftsstjórnini og einum frá tí almenna. Vit hava gjørt okkara og stiftsstjórnin sítt, og tí vænta vit eisini, at parturin hjá tí almenna fer at koma upp á pláss. Ætlanin hjá okkum er, at vit skulu fáa eina nýggja kirkju upp at standa fyri umleið 90 milliónir krónur, tá ið alt er klárt og liðugt.

Kirkjuráðsformaðurin sigur, at við nýggju kirkjuni fær kirkjuliðið á Glyvrum góðar karmar, ið hóska til tað virksemi, sum er í dag, tí tað er munandi øðrvísi nú, enn tað var fyrr.

– Tað er ikki longur soleiðis, at tú kemur í kirkjuna henda eina tíman um vikuna, setur teg á ein stól og so fert avstað aftur, so skjótt sum gudstænastan er liðug. Nú hava vit sunnudagsskúla undir gudstænastuni, og eisini er kirkjan karmur um kórsang, listaframsýningar og alt møguligt annað – umframt allar tær vanligu kirkjuligu tænasturnar, sigur hann.

Eingin avgerð enn
Hans Jacob Lamhauge sigur eisini, at nýggja kirkjan verður rættiliga serstøk og fer ikki at líkjast nakrari av teimum kirkjum, vit hava her á landi í dag. Tað sær hann bara sum eina spennandi avbjóðing, tí allar kirkjur nýtast ikki at vera átøkar hvørjiaðrari - hvat skal henda við núverandi kirkju er ikki greitt enn:

– Og so er tað sjálvandi eisini ein spurningur, hvat vit so skulu gera við ta gomlu kirkjuna, tá ið tann nýggja er komin. Tað hava vit onga støðu tikið til enn, tí har eru sjálvandi fleiri møguleikar. Ikki er tað heldur nøkur løtt avgerð at taka, men lat okkum nú fáa ta nýggju kirkjuna fyrst, so kunnu vit taka hitt aftaná, sigur hann.

Yvirhøvur sigur kirkjuráðsformaðurin, at fólk á staðnum eru spent og spyrja eftir nýggju kirkjuni, tí tey gleða seg til aðrar og meira tíðarhóskandi umstøður, nú gamla kirkjan skjótt fer um tey 100 árini og útbyggingin av henni longu hevur yvir 40 ár á baki.

– Eg havi einki merkt til, at fólk ikki vilja hava eina nýggja kirkju ella at tey eru misnøgd við, at ein nýggj kirkja skal koma. Tvørturímóti hava vit bara møtt vælvild og stuðli frá fólki allan vegin ígjøgnum, og tað hevur gjørt tað hugaligt at arbeiða við hesum spennandi ætlanunum, ið vit nú vónandi kunnu seta fulla ferð á, sigur Hans Jacob Lamhauge at enda. 

Kelda: folkakirkjan.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2023

10 Leygardagur 18. februar 2023

Samtyktu at lata samanlagt átta milliónir í neyðhjálp

Eftir at málið var í fíggjarnevndini, hækkaði upphæddin, sum verður latin til Turkalands og Sýria við hálvari million, Øll 32 tingfólkini atkvøddu fyri

Tað var Ruth Vang, sum legði uppskot um neyðhjálp til Ukraina, eins og og Turkaland og Sýria, fyri løgtingið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsdagin varð fíggjarlógin løgd fyri løgtingið, men annars varð dagurin brúktur til at skunda eykajáttanarmálið um neyðhjálp til Ukraina, Turkalands og Sýria í gjøgnum.

Tað snúði seg um at lata tvær játtanir. Ruth Vang landsstýriskvinna við fíggjarmálum skjeyt upp at lata 7 milliónir krónur í neyðhjálp til Ukraina og hálva millión til offrini av jarðskjálvtanum í Turkalandi og Sýria.

Tingið samtykti í fyrsta umfari at víkja frá øllum tíðarfreistin, so at málið kundi avgreiðast sama dag.

Undir fyrstu viðgerðini fýltust fleiri tingfólk á upphæddina, sum ætlanin var at lata til Turkalands og Sýria. Og eftir at málið hevði verið fyri í fíggjarnevndini, varð uppskotið broytt til eina heila millión. Hetta var útfrá meting av, at 500.000 krónur ikki fóru at røkka langt í stóru neyðuni.

Uppskotið - við tvífaldaðu upphæddini - varð einmælt samtykt, eins og uppskotið um at lata krígsrakta Ukraina sjey milliónir krónur í neyðhjálp.

Peningurin til hjálpararbeiðið eftir jarðskjálvtavanlukkuna verður latin gjøgnum ST-flóttafólkastovnin UNHCR. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2023

11 Leygardagur 18. februar 2023

Ætla at lata føroyska sendistova upp í Washington næsta ár

Uttanríkis- og vinnumálaráðið boðar í vikuni frá, at 200.000 krónur eru settar av í ár til at fyrireika arbeiði. - Føroyar eiga at styrkja beinleiðis samskiftið og samstarvið við USA, sigur landsstýrismaðurin

Samhandilin og vinnuliga samstarvið millum Føroyar og USA eru vaksin nógv seinnu árini, og somuleiðis er politiska samstarvið millum londini eisini økt. Í fjør fóru 13 prosent av føroyska útflutninginum av vørum til USA
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hevur verið eitt evni í eina tíð, og nú verða stór fet tikin ímóti at tað gerst veruleiki: Føroyar skulu hava eina sendistovu í USA, og hon skal vera í høvuðsstaðnum Washington, har fyrisitigin í risastóra landinum fyri vestan er.

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023 eru 200.000 krónur settar av til at fyrireika at lata upp føroyska sendistovu í amerikanska høvuðsstaðnum. Uttanríkis- og vinnumálaráðið boðar á heimasíðu sínari frá, at eftir ætlan letur sendistova Føroya í Washington D.C. upp í 2024.

- Føroyar eiga at styrkja beinleiðis samskiftið og samstarvið við USA. Hetta er eisini avgerandi fyri, at vit taka egnar avgerðir um tað økta virksemið og ta geopoltisku støðuna í Norðurhøvum. Hartil er amerikanski marknaðurin vorðin ein týðandi marknaður fyri føroyska útflutningin, og sendistovan er ein avgerandi liður í at styrkja samstarvið við USA, sum partalagsyvirlýsingin leggur upp til

Hetta sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uvmr.fo.

[object Object]Høgni Hoydal saman við løgmanni. Landsstýrismaðurin vísir á, hvussu týðandi tann amerikanski marknaðurin er blivin fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

Samhandilin og vinnuliga samstarvið millum Føroyar og USA er vaksin nógv seinnu árini, og somuleiðis er politiska samstarvið millum londini eisini økt. Í fjør fóru 13 prosent av føroyska útflutninginum av vørum til USA.

Í 2020 varð partalagsyvirlýsing millum Føroyar og USA undirritað, ið skal leggja lunnar undir styrkt samstarv millum Føroyar og USA, m.a. innan gransking, mentan og vinnu.

Mikudagin høvdu umboð fyri landsstýrið og amerikonsku stjórnina fund í Washington D.C. sambært partalagsyvirlýsingini, ið varð undirritað í 2020. Báðir partar váttaðu ynskið um at styrkja sambondini og vóru samdir um útlitini fyri øktum samstarvi millum Føroyar og USA.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2023

12 Leygardagur 18. februar 2023

Betri hjálp á 1870 til fólk við sálarligum trupulleikum

Harvið verður sálarlig sjúkur síðustillaðar við likamligu í Læknavaktini

(Mynd: hmr.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Læknavaktin skal styrkjast soleiðis, at hon fær betri møguleika at taka sær av teimum, ið ringja til 1870 og hava tørv á bráðfeingis hjálp til sálarligar trupulleikar.

Tað skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðuni.

- Eg eri sera fegin um, at læknavaktin verður styrkt við starvsfólki, soleiðis, at betri møguleikar vera at taka sær av teimum, sum hava bráðfeingis tørv á hjálp til sálarligar trupulleikar. Hetta er eisini eitt stig á leiðini at røkka málinum, um at javnstilla kropsligar og sálarligar sjúkur í okkara heilsuverki, sigur landsstýriskvinnan við heilsumálum, Margit Stórá í hesum sambandi.

Talan er um eina av uppraðfestingunum, sum nýggja landsstýrið hevur í fíggjarlógini, ið varð løgd fram fyrr í vikuni, og sum verður viðgjørd á løgtingi í dag.

Endamálið við hækkaðu játtanini er at geva psykiatriska deplinum betri møguleikar at taka sær av fólkum, sum hava tørv á sálarligari hjálp her og nú.

Læknavaktin uppstigast

Tormóður Stórá, psykiatriskur yvirlækni, greiðir frá, at tað leingi hevur verið upp á tal at javnstilla sálarligar sjúkur við likamligar sjúkur, tá fólk við bráðtørvi ringja til læknavaktina 1870.

Men ístaðin fyri at seta á stovn eina nýggja telefonlinju, sum í besta føri bert kann vera tøk nakrar ávísar tímar um vikuna, er ætlanin at uppstiga læknavaktina, so hon eisini er før fyri at taka ímóti fólkum við sálarligum trupulleikum.

Hetta verður gjørt við at seta fleiri psykiatriskar sjúkrarøktarfrøðingar í starv á psykiatrisku deild, sum kunnu vera tøkir hjá læknavaktini, tá tørvur er á tí.

- Vit skulu seta nakrar nýggjar sjúkrarøktarfrøðingar, sum fáa eina upplæring í at geva telefonráðgeving og taka sær av fólkum við psykiatriskum bráðtørvi. Hetta verður gjørt í samstarvi við danska Psykiatrifonden, sum hevur eina psyaktriska telefonlinju í Danmark, greiðir Tormóður Stórá frá.

[object Object]Tormóður Stórá, yvirlækni

Hjálpin skal altíð vera tøk

Tá psykiatriski depilin flytir inn í nýggja sjúkrahúsbygningin, verður fjarstøðan til læknavaktina ikki so stór, og ætlanin er tí ikki, at sjúkrarøktarfrøðingurin við psykiatriskari servitan skal vera tøkur við vakttelefonina, men kann tilkallast.

Er neyðugt at taka víðari stig, viðvíkjandi viðgerð ella innlegging, so verður tað so gjørt í samráð við tann kommunulæknan, sum er á vaktini.

Harvið heldur núverandi skipan fram við tað, at fólk altíð fyrst skulu fara til egnan lækna. Um kvøldið og um náttina verður tað so læknavaktin 1870, sum ringjast skal til.

Tormóður Stórá veit í dag ikki, nær skipanin við psykiatriskari bráðhjálp kann setast í gongd. Fyrst skal fíggjarlógin samtykkjast og sjúkrarøktarfrøðingar setast. At læra fólkini upp, skuldi ikki tikið so langa tíð, heldur leiðandi psykiatriski yvirlæknin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2023

13 Leygardagur 18. februar 2023

Dialysuviðgerð í Suðuroy í summar

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 hevur landsstýriskvinnan raðfest umleið hálvaaðru millión til at skipa ein sokallaðan dialysusatelitt, soleiðis at dialysusjúklingar í Suðuroy skjótt kunnu fáa viðgerð í nærumhvørvinum

Fyri borgarar, ið hava tørv á dialysuviðgerð, merkir hetta, at tey sleppa undan drúgvari ferðing norður til Havnar tríggjar ferðir um vikuna. Neyðug tól og útgerð eru fingin til vega (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Væntandi kunnu dialysusjúklingar í Suðuroy koma á Suðuroyar sjúkrahús at fáa dialysuviðgerð í summar. Neyðug tól og útgerð, sum skulu til fyri at fremja dialysuviðgerðirnar á Suðuroyar sjúkrahúsi, eru fingin til vega.

Fyri borgarar, ið hava tørv á dialysuviðgerð, merkir hetta, at tey sleppa undan drúgvari ferðing norður til Havnar tríggjar ferðir um vikuna. Fyri hesar borgarar kann tíðin heimanífrá við nógvari siglingartíð kennast sum steinur omaná byrðu.

- Eg fegnist um, at tað eisini verður møguligt, at skipa fyri dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi. Fyri einstaka sjúklingin hevur tað stóran týdning at sleppa undan drúgvari ferðing tríggjar ferðir um vikuna.

Hetta sigur landstýrisskvinnan við heilsumálum, Margit Stórá.

Umframt føstu starvsfólkini, sum fara at starvast á dialysusatelittinum á Suðuroyar sjúkrahúsi, verður eindin eisini mannað við sjúkrarøktarfrøðingum frá dialysueindini á Landssjúkrahúsinum. Hesir sjúkrarøktarfrøðingar skulu uppá skift eisini manna dialysusatelittin, fyri at tryggja, at tað altíð eru skikkað og roynd starvsfólk í toyminum.

Á henda hátt verður dygdin og trygdin í dialysusatelittinum tryggja, samstundis sum nýggja tilboðið ikki verður so viðbrekið, tá sjúka rakar og feriutíð er. Viðgerðin á dialysusatelittinum í Suðuroy verður framd undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum á Landssjúkrahúsinum.

Fyri Sjúkrahúsverkið hevur tað verið avgerandi, at viðgerðin í Suðuroy er skikkað og á sama støði sum á Landssjúkrahúsinum, har støðið verður tikið í viðgerðarvegleiðingunum frá heilsumyndugleikunum.

Tíðindaskriv frá Heilsumálaráðnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2023

14 Leygardagur 18. februar 2023

Nýtt heim í Suðuroynni til fólk við seinheilaskaða skal lata upp í ár

750.000 krónur eru settar av í fíggjarlógaruppskotinum. Almannamálaráðið boðar frá, at heimið eftir ætlan fer at rúma tíggju fólkum

Rehabiliteringsdepilin Skálagarð í Klaksvík, við pláss fyri 15 fólkum, letur upp seinni í ár, og peningur er eisini settur av til hann (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Sum liður í ætlanini hjá landsstýrinum, um at fara undir at útvega í minsta lagi ein stovn um árið komandi árini, hevur landsstýriskvinnan við almannamálum, Sirið Stenberg, í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 raðfest eitt nýtt heim í Suðuroynni, til m.a. fólk við seinheilaskaða.

Tað upplýsir Almanna- og mentamálaráðið á heimasíðu sínari, í samband við at peningur eftir ætlan verður settur av til eitt heim í Suðuroy fyri fólk við seinheilaskaða.

Tað er ikki váttað enn, júst hvar hetta heimið skal vera, men tað er ætlað at rúma tíggju fólkum. 750.000 krónur eru settar av í fíggjarlógaruppskotinum, sum verður viðgjørt í fíggjarnevndini.

At tað eru raðfest fleiri bú- og umlættingarpláss á almannaøkinum, er ógvuliga týdningarmikið sigur ein fegin Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almannamentamálum.

Í løtuni eru tríggjar byggiverkætlanir í gongd í miðstaðarøkinum, ið fara at økja um talið av plássum til bú-, umlættingar- og frítíðartilboðum meira. Tveir av hesum stovnum lata upp í vár og tann triði væntandi um ársskiftið 2023/2024, skrivar ammr.fo.

Tað er eisini við at verða til reiðar í Klaksvík, har rehabiliteringsdepilin Skálagarður letur upp seinni í ár. Hann hevur pláss fyri 15 fólkum, og peningur til liðugtgerð er settur av í fíggjarlógaruppskotinum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2023

15
Leygardagur 18. februar 2023

– Lættari hjá føroyskum húskjum at fáa atgongd til fisk til sámiligan prís

Á ráðstevnu í síðstu viku greiddi landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum frá um málini hjá landsstýrinum um burðardygd og umhvørvisvernd, og ætlanirnar við at raðfesta føroyska framleiðslu av mat

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í síðstu viku hevði Útnorðurráðið arbeiðsfund í Føroyum. Á skránni var eisini ein ráðstevna um matvørutrygd og stuttfluttar matvørur undir heitinum ”Temakonference om fødevareforsyningssikkerhed og selvforsyning i Vestnorden”, sum varð hildin á Hotel Hafnia mikudagin 8. februar.

Seinastu árini er tað vorðið alsamt meiri fokus á m.a. framleiðslu av egnum matvørum og burðardygd. Hetta var eisini millum evnini, sum vórðu viðgjørd á ráðstevnuni, har Dennis Holm, landsstýrismaður, helt røðu og luttók í panel-orðaskifti.

Í síni røðu greiddi landsstýrismaðurin frá um málini hjá landsstýrinum um burðardygd og umhvørvisvernd, og ætlanirnar við at raðfesta føroyska framleiðslu av mati.

– Eg havi sett sjøtul á verkætlanina ”Frá útróðrarbáti til døgurðaborð”. Endamálið er at gera tað lættari hjá føroyskum húskjum at fáa atgongd til fisk til ein sámiligan prís, og at skapa tilvitan um fisk sum burðardyggur, veðurlagsvinarligur og sunnur matur, segði landsstýrismaðurin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2023

16 Leygardagur 18. februar 2023

Tordis á Rógvi Biskopstø nýggjur stjóri í Visit Tórshavn

Hon byrjar í starvinum 1. mai og avloysir Liljuna Weihe, sum í desember tók sæti á Løgtingi. Tordis er úr Vestmanna og hevur ein masterútbúgving í ferðavinnu

Tordis Kristina á Rógvi Simonsen kemur úr starvinum sum menningarleiðari í Visit Vágar
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinastu tvey árini hevur Liljan Weihe verið stjóri í Visit Tórshavn, men í desember tók hon sæti á Løgtingið, eftir at hon fekk 289 atkvøður á løgtingsvalinum, og harvið endaði sum nummar átta á listanum hjá Tjóðveldi, sum kom í samgongu.

Harvið skuldi ein avloysari finnast, og fríggjadagin kunngjørdi Visit Tórshavn, hvør viðkomandi er. Visit Tórshavn skrivar, at talan er um ein væl skikkaðan stjóra, ið nú skal standa á odda fyri ferðavinnuni í Tórshavnar kommunu.

Hon kemur úr starvinum sum menningarleiðari í Visit Vágar, ið hon hevur røkt síðan 2020, og hevur ein master í ferðavinnu frá Aalborg Universitet.

Talan er um Tordis Kristinu á Rógvi Simonsen. Hon er 36 ár, er úr Vestmanna men búsitandi í Tórshavn. Tordis tekur við starvinum 1. mai

Visit Tórshavn skrivar um sítt virksemi, at hildið verður til í gamla bankabygninginum í Steinatúni, og er talan um mest vitjaðu og mest brúktu kunningarstovuna í landinum. 

- Visit Tórshavn arbeiðir yvirskipað við at miðsavna og kunna borgarar og ferðafólk um Havnina, og hevur í nógv ár verið ein miðdepil fyri ferðavinnu í Føroyum. Endamálið hjá Visit Tórshavn er at menna eina burðardygga ferðavinnu í Tórshavnar kommunu. Tað er at skapa áhuga fyri Havnini, stuðla handilslívi, tænastuvinnu, mentan og annars virka fyri, at býurin er áhugaverdur at vitja, liva og virka í.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2023

17 Leygardagur 18. februar 2023

Hildigarð Jakobsen er nýggjur trivnaðarsamskipari í Sunda kommunu

Hon er úr Kollafirði, hevur royndir og útbúgving úr upplivingar- og ferðavinnuni og er byrjað í starvinum

Hildigarð fær ymiskar uppgávur innan samskifti og samskipan og er eisini skrivari í trivnaðarnevndini (Mynd: sunda.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í februar byrjaði Hildigarð Jakobsen í starvinum sum trivnaðarsamskipari í Sunda kommunu.

- Hildigarð, ið er búsitandi í Kollafirði, hevur drúgvar royndir úr upplivingar- og ferðavinnuni. Hildigarð er bachelor í Tourism management og hevur harafturat skrivstovuútbúgving innan fyrisiting.

Soleiðis lýsir Sunda kommuna sítt nýggja starvsfólk. Á sunda.fo stendur eisini, at trivnaðarsamskiparin er ein týðandi partur av umsitingini í Sunda kommunu. 

- Hildigarð hevur ymiskar uppgávur innan samskifti og samskipan, og skal millum annað hava ábyrgd av at samskipa tiltøk hjá Sunda kommunu og leiklutin hjá kommununi við onnur, ið fyriskipa tiltøk í Sunda kommunu. Eisini hevur hon samskiftið við ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi, áhugafeløg, trúarlív, vinnufeløg, einstaklingar v.fl. um hendi.

Sum trivnaðarsamskipari er Hildigarð Jakobsen eisini skrivari í trivnaðarnevndini og hevur ábyrgd av at fyrireika og avgreiða mál hjá nevndini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2023

18 Leygardagur 18. februar 2023

Omanfyri 200.000 krónur til Team Rynkeby

Árligi galladøgurðin hjá Team Rynkeby Føroyum var á Hotel Føroyum leygarkvøldið

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Leygarkvøldið 11. februar var árligi galladøgurðin hjá Team Rynkeby Føroyum. Døgurðin var aftur í ár á Hotel Føroyum, og útselt var til tiltakið.

Óluvá Zachariasen var borðstjóri. Gestirnir fingu gott at eta og drekka alt kvøldið, og undirhaldið var eisini framúr gott. Tórshavnar Manskór sang fyri gestunum úti í gongini, fimleikarar hjá Havnar Fimleikafelag framførdu, og Jákup Petur Eliassen spældi klaver, skrivar Team Rynkeby.

[object Object](Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

Undir borðhaldinum var bæði fyrilestur og skemt frá Vísmonnum við Pál Weihe og Jóan Paula Joensen, felagssangur, sum Pætur á Borg leiddi, og tónleikur frá Hamradun, Vágaverk, Silvitni og Jens Marna. Harumframt hevði Óluvá Zachariassen kveikjandi og lívsjáttandi samrøðu við Høgna Kunoy Dávason, sum hevur cystiska fibrosu.

Kvøldið endaði við, at Guðrið Poulsen frá Hotel Føroyum handaði Trygva Kallsoy, liðskipara hjá Team Rynkeby, kekkin frá atgongumerkjasøluni. Upphæddin var 210.850 krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2023

19
Leygardagur 18. februar 2023

- Vit eru takksamir og nøgdir við árið

- Árið gekk væl, bæði við fiskiskapinum og harafturat vóru fiskaprísirnir góðir. Tí hilnaðist árið væl, sigur Jón Viðstein, skipari á Stapanum

Jón Viðstein, skiparin (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Frystilínuskipið Stapin hevði eitt gott ár í fjør, ja, tað besta hiðartil. Alt gekk líkasum upp í eina hægri eind, og tí gjørdist árið gott.

- Árið gekk væl, bæði við fiskiskapinum og harafturat vóru fiskaprísirnir góðir. Tí hilnaðist árið væl. Gamla metið hjá Stapanum var umleið 46 milliónir krónur og í fjør fiskaðu vit fyri knappar 48 milliónir krónur. Tað sigur skiparin Jón Viðstein.

- Vit royndu við Føroyar, harav ein túr á Føroya Banka. Harafturat gjørdu vit tveir túrar við Ísland og ein við Grønland. Vit eru takksamir og nøgdir við árið sum fór, sigur hann.

- Útlitini fyri hetta árið eru á leið tey somu, men prísirnir er nakað lækkaðir, og serliga á hýsu. Kortini eru prísirnir brúkiligir, og tað er eisini neyðugt, tí útreiðslurnar eru hækkaðar, sigur Jón.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Vit hava ikki dupulta manning, sum til dømis, Klakkur og Jógvan I. Tí steðga vit vanliga nakrar dagar millum túrarnar. Jákup Eli Eidesgaard og eg skiftast sum skiparar, og hinir yvirmennirnir eru eisini annanhvønn túr. Vit hava fleiri dekkarar knýttir at skipinum, enn tørvur er á fyri ein túr. Teir skifta og avtala feriurnar sínámillum, so skipið altíð er mannað, sigur hann.

- Vit hava verið ein túr undir Føroyum í ár, og fingu 132 tons. Næsti túrurin verður undir  Ísland. Undir Føroyum eru vit sum oftast 14 mans við, men nú vit fara til Íslands verða vit 16 mans, segði Jón Viðstein tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2023

20 Leygardagur 18. februar 2023

Tríggjar milliónir settar av til endurnýggjan

Ætlanin er eisini at smíða ferjur í Føroyum, í tann mun tað ber til - nú skal ferð fást at endurnýggja skipaflotan hjá Strandferðsluni

Miðalaldurin á ferjunum hjá Strandferðsluni er ov høgur, og tær lúka ikki nútímans krøv, hvørki til ferðafólk ella manning. Hetta staðfestir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Miðalaldurin á ferjunum hjá Strandferðsluni er ov høgur, og tær lúka ikki nútímans krøv, hvørki til ferðafólk ella manning.

Hetta staðfestir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, í samband við at fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 nú er lagt fram.

Eitt av málinum hjá landsstýrinum og hjá nýggja samansetta aðalráðnum er, at strandfaraskipini skulu endurnýggjast; hetta fyri at Strandferðslan fær tíðarhóskandi ferjur, til gagns fyri borgarar og vinnu.

Hetta skrivar fisk.fo, ið staðfestir, at í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 eru tríggjar milliónar settar av til at gera neyðugar kanningar og at fyrireika eina endurnýggjan av strandfaraskipunum.

Samstundis verður avdúkað, at ætlanin eisini er, at ferjurnar verða smíðaðar í Føroyum, í tann mun tað ber til, fyri at menna føroyska vinnu og serkunnleika.

- Tað er sera umráðandi, at ferðasambandið er gott um alt landið, soleiðis at vit kunnu búgva, arbeiða og ferðast undir góðum og høgligum umstøðum kring allar Føroyar. Tí fegnist eg um, at gongd nú kemur á at endurnýggja skipaflotan hjá Strandferðsluni, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2023

21
Leygardagur 18. februar 2023

Nú skal eftirlitið styrkjast

Játtanin til Vørn og fiskiveiðieftirlit er hækkað við tveimum milliónum krónum í fíggjarlógaruppskotinum

- Ein størri játtan styrkir fiskiveiðieftirlitið. Tað fer at geva rúmari møguleikar at brúka eygleiðarar umborð á fiskiskipum, sum royna í føroyskum sjógvi, og fer at betra um eftirlitið við umskipingum og landingum í føroyskum havnum (Mynd: Krian Jóanersarson)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nakað av kjaki hevur verið um Vørn, og hvørt eftirlitið hevur verið nóg gott í summum førum. Nú hevur Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, raðfest fiskiveiðieftirlit í uppskotinum til fíggjarlóg 2023, sum er lagt fyri Løgtingið.

Hetta skrivar Fiskimálaráðið, í sambandi við at játtanin til Vørn og fiskiveiðieftirlit er hækkað við tveimum milliónum krónum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023.

- Ein størri játtan styrkir fiskiveiðieftirlitið. Tað fer at geva rúmari møguleikar at brúka eygleiðarar umborð á fiskiskipum, sum royna í føroyskum sjógvi, og fer at betra um eftirlitið við umskipingum og landingum í føroyskum havnum.

Vørn hevur eftirlit við føroyskum og útlendskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi, og føroyskum fiskiskipum, sum fiska uttan fyri føroyskan sjógv. Stovnurin hevur somuleiðis eftirlit við landingum og umskipingum av veiði í føroyskum havnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2023

22 Leygardagur 18. februar 2023

Føroyar við í felags átaki um burðardyggan bláan búskap

Føroyar eru eitt av 23 londum, sum komandi árini fara at arbeiða málrættað við útboðum til gransking, menning og nýskapan, og hava í fyrsta umfarið bundið seg til at stuðla føroyskum luttakarum við upp til eina millión krónur

Talan er um fimm niðursett átaksøki, ið arbeitt verður við
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Undir heitinum “Vegurin fram: ein blómandi burðardyggur bláur búskapur framtíðini at frama” hevur stórt samfíggjað evropeiskt partalag júst latið upp stuðulsskipan um burðardygd í bláa búskapinum.

Tað er fyrstu ferð, at Føroyar eru í partalagi við samfígging til verkætlanir undir Horizon Europe. Føroyar eru eitt av 23 londum, sum komandi árini fara at arbeiða málrættað við útboðum til gransking, menning og nýskapan, sum føroyskir stovnar og fyritøkur kunnu luttaka í.

Samlaða fíggjarætlanin er 50 milliónir evrur, og Føroyar hava í fyrsta umfari bundið seg til at stuðla føroyskum luttakarum við upp til 135.000 evrur, svarandi til 1 millión kr.

At talan er um samfígging merkir, at ES-nevndin kemur við parti av fíggingini og at londini í partalagnum fíggja restina. Føroyska upphæddin, sum er sett av til hesa stuðulsskipan, verður rindað beinleiðis til føroyskan stovn ella fyritøku, sum eydnast at fáa stuðul til verkætlan úr stuðulsskipanini.

Allar umsóknir skulu lúka vanligu krøvini til samstarvsverkætlan í Horizon Europe. Til dømis skulu í minsta lagi trý lond luttaka, og umsóknin skal taka støði í einum átaki, sum er nevnt í lýsingini.

Tó at stuðulsskipanin er partur av Horizon Europe, so eru nøkur krøv sett umsøkjarum úr Føroyum. Tí verður heitt á øll, sum luttaka í umsókn til partalagið um bláan búskap, um at seta seg í samband við Granskingarráðið, áðrenn umsóknin verður send inn.

Umsóknartilgongdin verður í tveimum. Fyrst verður ein styttri umsókn send inn í apríl, har greitt verður frá ætlanum og hvør skal luttaka í verkætlanini. Verður fyrsta umsóknin mett góð, verða luttakararnir bodnir at senda inn fullfíggjaða umsókn í september 2023. Eftir ætlan byrja stuðlaðar verkætlanir í 2024.

Fimm átaksøki

Partalagið hevur fimm átaksøki: 1. Økisbundin umsiting av havinum. 2. Menning av frálandsundirstøðukervi til fjøltáttaða gagnnýtslu av havinum, ið stuðlar bláa búskapinum. 3. Blá føði og fóður, ið ikki ávirka veðurlag, eru tilfeingismild og umhvørvisliga burðardygg. 4. Grønt skifti í bláari matframleiðslu. 5. Royndarkoyringar við Talgildu Havtvíburunum (DTOs) í evropeiskum sjóøki og í Atlantshavi.

Hesi fimm øki eru raðfest við tí endamáli at fáa so stóra luttøku, sum gjørligt, samstundis sum blái búskapurin í Evropa verður styrktur gjøgnum nýskapan og hjúklað verður um mótstøðuførið í okkara havvistskipanum. Raðfestu økini leggja lunnar undir at umskapa vísindi til politikk viðvíkjandi eygleiðing, meting og tillaging av ávirkanum frá veðurlagsbroytingum á avgerandi vistfrøðilig virðir sum til dømis lívmargfeldi og aðrar vistfrøðiligar tænastur, sum búskapur okkara er treytaður av. Sostatt er talan eisini um at stuðla strandalandssamfeløgum.

Verkætlanir til samfíggjaða útboðið skulu vera eitt árinslagað íkast til bláa búskaparskiftið fyri eini mótstøðuførari framtíð og útlátsfríum málum, við eini tilgongd, ið leggur dent á árinsleiðir (impact pathway approach).

Verkætlanir skulu leggjast til rættis á evropeiskum stigi og í ymsu evropeisku sjóøkjunum: í Miðjarðarhavi, Svartahavi, Eystursjónum, Norðsjónum og í Atlantshavi, og neyvt samstarv skal vera tvørtur um vísinda-, nýskapanar- og búskapargeiran. Væntað verður, at verkætlanirnar taka støði í fleiri evropeiskum sjóøkjum ella, sum minsta krav, at mett verður um verkætlanarárin á fleiri av sjóøkjunum.

Granskingarráðið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2023

23
Leygardagur 18. februar 2023

Kent russiskt felag keypt Gadus

Russiska felagið Murman Seafood eigur og rekur frammanundan fimm onnur skip

Gadus (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Tað er russiska felagið Muran Seafood, sum hevur keypt flakatrolarin Gadus úr Klaksvík.

Tað var fyrr í vikuni, at tað gjørdist greitt, at Gadus var seldur til Russlands, hóast tað er ein tíð síðan at skipið fór av Klaksvík, og setti kós móti Båtsfjord í Norra, har skipið skuldi handast.

Tað hevur gingið eitt sindur av tíð áðrenn alt kom uppá pláss, og mánadagin varð Gadus endaliga handaður russisku eigararnum, sum er Murman Seafood.

Felagið eigur fleiri skip, sum øll eita Melkart og síðan eitt tal. Sum dømi kann nevnast, at fyrrverandi Vesturleiki hoyrir til sama felag, og kallast Melkart 6.

Tí er ikki óhugsandi at Gadus nú fer at eita Melkart, sum er fyrrverandi navnið á elsta skipinum hjá felagnum, sum er selt til upphøggingar.

Gadus er seldur fyri 60 milliónir krónur, og JFK Trol í Klaksvík fær seinni í ár handað ein stóran og stásiligan nýbygning, sum verður bygdur í Turkalandi.

JFK eigur framvegis Sjúrðarberg, sum fiskar kvoturna hjá felagnum í Barentshavinum í løtuni til nýggi trolarin kemur.

Sjúrðarberg er eisini á sølulista, og prísuppskotið er 40 milliónir krónur.

Sjúrðarberg er bygdur í 1987 á Skála Skipasmiðju, og Gadus er eisini bygdur í 1987 tó á Langsten skipasmiðjuni í Noregi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2023

24 Leygardagur 18. februar 2023

Tveir nýggir maskinmeistarar

Prógvhandan var á Vinnuháskúlanum í vikuni

John Klakstein (t.v.) og Jóhan Petur í Niðristovu
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tveir maskinmeistaralesandi fingu á samkomu á Vinnuháskúlanum mikudagin handað prógv sum maskinmeistarar.

Talan er um John Klakkstein og Jóhan Petur í Niðristovu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2023

25 Leygardagur 18. februar 2023

Yvirliving fyri krabbamein er lægri í Føroyum í hinum norðurlondunum

Hetta kemur fram í nýggjari vísindaligari grein hjá føroyskum granskarum og er bygt á tøl fyri seinastu 50 árini. Gjøllari kanningar eiga at verða gjørdar fyri at kanna, hví føroyskir sjúklingar hava eina lægri yvirliving

Níggju føroyskir granskarar hava staðið fyri kanningini. Tað gjørdist millum annað greitt, at fimm-ára yvirliving fyri føroyskar kvinnur við ovariekrabba og føroyskar menn við lungnakrabba er serliga lág (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nýggj grein við heitinum "Cancer survival in the Faroe Islands over the last 50 years compared to the other Nordic countries" vísir, at yvirliving fyri krabbamein var lægri fyri bæði føroyskar menn og kvinnur, tá øll krabbameinssløg verða løgd saman.

Hetta skrivar Fróðskaparsetur Føroya. 

Nevnda greinin er júst útgivin í International Journal of Cancer, og høvundarnir eru Marnar Fríðheim Kristiansen, Ronja Midjord Mikkelsen, Tordis Kristiansdóttir, Guðrið Andórsdóttir, Sæunn Ólavsdóttir Hansen, Bjarni á Steig, Kári Rubek Nielsen, Maria Skaalum Petersen og Marin Strøm.

Í greinini verður yvirliving hjá føroyskum krabbasjúklingum samanborin við sjúklingar í hinum Norðurlondunum tey seinastu 50 árini. Tað varð gjørt við at nýta tølini, sum koma burturúr NORDCAN-samstarvinum, har krabbameinshagtøl verða uppgjørd á sama hátt í øllum Norðurlondum. Yvirlivingin verður víst sum 1-árs og 5-ára relativ yvirliving, skrivar setur.fo

- Úrslitini vísa, at yvirliving fyri krabbamein var lægri fyri bæði føroyskar menn og kvinnur, samanborið við hini Norðurlondini, tá øll krabbameinssløg verða løgd saman.

Tað gjørdist millum annað greitt, at fimm-ára yvirliving fyri føroyskar kvinnur við ovariekrabba og føroyskar menn við lungnakrabba var serliga lág. Yvirliving fyri kvinnur við bróstkrabba og menn við bløðrukrabba var lág fyri nøkur av fyrru tíðarskeiðunum, men hevur rokkið støðinum hjá hinum Norðurlondunum í seinastu uppgerðini.

Granskararnir siga, at gjøllari kanningar eiga at verða gjørdar fyri at kanna, hví føroyskir sjúklingar hava eina lægri yvirliving.

- Eisini eiga slíkar yvirlivingar-greiningar at verða framdar regluliga fyri at fylgja við, hvussu støðið av viðgerð og útgreinan hjá føroyskum krabbameinssjúklingum liggur, skrivar Setrið at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2023

26 Leygardagur 18. februar 2023

Burðarvektin hjá føroyskum børnum hægri enn í hinum Norðurlondum

Hetta var í øllum førum galdandi í tíðarskeiðnum frá 2010 til og við 2019, har prosentparturin av nýføðingum við høgari føðivekt hækkaði signifikant. Hví tað er so, krevur meira gransking siga Sunnvá Hanusardóttir Olsen og Diana Reynstind

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnvá Hanusardóttir Olsen og Diana Reynstind, læknar á Landssjúkrahúsinum, hava saman við starvsfeløgum í Íslandi og Danmark kannað og skrivað grein um burðarvekt hjá føroyskum nýføðingum og longd á viðgongutíðini. Tey hava kannað tíðarskeiðið 2010-2019 og samanborið við hini Norðurlondini. Eisini kannaðu tey, hvørjir vandatættir eru hjá kvinnum fyri at fáa eitt barn við høgari føðivekt í Føroyum.

Úrslitini vístu, at miðal føðivektin hækkaði signifikant frá 2010 til 2019, a at prosentparturin av nýføðingum við høgari føðivekt hækkaði signifikant frá 2010-2019, og at miðal føðivektin - prosentparturin av nýføðingum við høgari føðivekt - og gestatiónsaldurin var hægri fyri nýføðingar í Føroyum samanborið við onnur Norðurlond.

Høvuðsboðskapurin er, at miðal burðarvektin og talið av føroyskum nýføðingum við høgari føðivekt eru økt munandi síðani 2010 og vóru hægri enn í hinum Norðurlondunum.

Hví hetta er so, krevur meira gransking á økinum, siga høvundarnir.

Í greinini verður víst á vandatættir við høgari føðivekt, bæði fyri kvinnuna og barnið. Hesir tættir eru bæði undir og beint eftir føðing og langtíðarárin. Eisini nevna tey m.a. viðgongutíðina, har mannagongdirnar fyri at seta føðingina í gongd aftaná viku 40 ikki eru tær somu í Føroyum sum aðrastaðni.

Greinin er útgivin í vísindaliga tíðarritinum Acta Obstetricia et Gynecologica Scandinavica. Hon kallast: “Birthweight and gestational age in the Faroe Islands: a comparison between birthweight and gestational age in the Faroe Islands and other Nordic countries”, og kann lesast her

Høvundarnir eru Sunnvá Hanusardóttir Olsen, Diana Reynstind, Hlynur Hallgrímsson og Ulrik Schiøler Kesmodel.

Kelda: Granskingarráðið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2023

27 Leygardagur 18. februar 2023

Styrkja vitanina um føroysku náttúruna

Sum liður í veðurlagspolitikkinum verður fokus nú eisini sett á at skráseta og endurbøta vátlendi í Føroyum. Í fíggjarlógini fyri 2023 verður hetta arbeiði raðfest við 400.000 krónum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Náttúran er hornasteinurin undir okkara grundleggjandi lívstreytum og trivnaði. Men skal margfeldið í føroysku náttúruni verjast, er neyðugt at menna og samskipa vitan um føroysku náttúruna. Vit hava í Føroyum eina røð av vitanarstovnum við serfrøði og vísindaliga vitan um stovnsstøðuna hjá sløgum, útbreiðsluna og tann vistfrøðiliga standin hjá náttúrusløgum. Men vit hava tørv á, at tøka vitanin verður samskipað og gjørd atkomilig fyri myndugleikum, fyritøkum og borgarum í síni heild sigur Umhvørvismálaráðið nú fíggjarlóg er løgd fyri tingið.

Ætlanin er at menna ein sonevndan metadátugrunn, sum bæði skal vísa, hvørjar dátur eru tøkar, og útvega viðkomandi upplýsingar um dáturnar. Samstundis verður farið undir at skipa eitt tjóðdátusavn til at goyma og tryggja dátur, sum eru innsavnaðar við almennari fígging ella við loyvi frá almennum myndugleika. Í fíggjarlógini fyri 2023 verður hetta arbeiði raðfest við 400.000 krónum.

Sum liður í veðurlagspolitikkinum verður fokus eisini sett á at skráseta og endurbøta vátlendi í Føroyum. Vátlendi eru kolevnisgoymslur, og tá vátlendi verða drenað, verða ovurstórar nøgdir av CO2 latnar í atmosferuna. Tí er neyðugt at eyðmerkja og verja hesar kolevnisgoymslurnar í tøttum samstarvi við aðrar almennar myndugleikar.

Gjørt verður eitt yvirlit yvir vátlendi, ein sokallað vátlendisskrá (wetland-inventory), sum Føroyar eisini hava bundið seg til at gera eftir Ramsar-sáttmálanum. At verja og endurbøta vátlendi og haga er átak 25 í orku- og veðurlagspolitikkinum. Í fíggjarlógini fyri 2023 verður hetta arbeiði raðfest við 400.000 krónum.

Kelda: Umhvørvismálaráðið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2023

28 Leygardagur 18. februar 2023

Fimm íbúðir klárar til innflyting í Sandavági

Við nýggjastu íbúðunum hava Bústaðir nú 15 íbúðir í Vágum og 422 tilsamans

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fimm íbúðir, sum Bústaðir hava bygt á Steigarbrekku í Sandavági, eru nú lidnar, og eru tær bodnar til leigu eftir bíðilistanum hjá Bústøðum.

Tað er Jákup á Stongum, arkitektur, sum hevur gjørt upprunaligu tekningarnar av íbúðunum, sum Seve og Norðhús hava bygt fyri Bústaðir. Verkætlanin er ment í góðum samstarvi við Vága kommunu.

Talan er um íbúðir á 81 fermetrar, sum eru samanbygdar í einari lon í einari hædd.

Staðsetingin er góð við útsýni oman yvir bygdina. Íbúðirnar hava gongd, køk/stovu í einum, tvey kømur, baðirúm og vaski-/tøknirúm. Til hvørja íbúð er úthús á umleið sjey fermetrar og terassa. Íbúðirnar verða hitaðar við jarðhita.

Góð parkeringsviðurskifti eru framman fyri íbúðirnar.

Kostnaðurin fyri at leiga íbúðirnar er 8.400 krónur um mánaðin, og kunnu fyrstu leigararnir flyta inn tann 1. mars.

Í Vágum hava Bústaðir frammanundan 10 íbúðir á tveimum staðsetingum í Sørvági; fimm íbúðir á Garðsvegi og fimm íbúðir undir Bólheyggi. Við hesum nýggjastu íbúðunum í Sandavági hava Bústaðir samanlagt 422 búeindir. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2023

29 Leygardagur 18. februar 2023

Býarheitið hátíðarhildið í Nes kommunu

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, helt røðu, og eisini varð Dagfinn Højgaard, sum gjørdist borgari nummar 1.500 í kommununi, heiðraður

Dagfinn Højgaard gjørdist borgari nummar 1.500 (Mynd: Nes kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin var skipað fyri hugnaløtu í Nes kommunu, har býarheitið hjá kommununi varð hátíðarhildið.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, helt røðu, og eisini varð Dagfinn Højgaard, sum gjørdist borgari nummar 1.500 í kommununi, heiðraður.

Í røðu sínari vísti Súni í Hjøllum m.a. á stóru menningina, sum hevur verið í kommununi gjøgnum árini. Fólkatalið er støðugt vaksið síðan 1967, tá 841 fólk búðu í kommununi, undantikið kreppuárini í 90unum.

Fyrst í hesum árinum búðu 1.502 fólk í kommununi, og í dag búgva 1.510 fólk.

Tað var í desember í fjør, at fólkatalið fór upp um 1.500, og í januar avgjørdi bygdaráðið – nú býráðið – at taka við býarheitinum.

– Tað merkir, at nú fer tað at eita býráðið í Nes kommunu. Nú fer tað at eita býráðslimur, heldur enn bygdaráðslimur. Formliga merkir tað eisini, at borgarstjórin fær heimild til vígslu. Annars merkir tað sum so ikki so nógv, segði borgarstjórin í røðu sínari.

– Vit í felagsskapinum í Nes kommunu eru Føroya yngsti býur, men hava einki ímóti at verða skýrd eitt sindur bygdaslig, tí vit bæði vóna og vænta, at okkara felagsskapur, okkara kommuna, verður merkt av, at fólk framhaldandi fara at halda væl saman og í felag taka tøk, sum eru til gleði og gagns fyri okkum øll í felagsskapinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2023

30 Leygardagur 18. februar 2023

Drunnhvítaungar sum kertiljós

Feðgarnir Jógvan og Sjúrður Hammer hava, saman við bretanum Alexander L. Bond, kannað frásagnir um, at drunnhvítaungar skulu hava verið nýttir sum kertiljós. Ein vísindalig grein um hetta er nú almannakunngjørd í altjóða tíðarriti

Í samandráttinum verður sagt, at tað í nýggjum frásagnum um drunnhvítalívfrøði og -umsiting serliga í norðuratlantshavi javnan verður sagt frá, at drunnhvítaungar hava verið nýttir sum kertiljós, einamest í Írlandi, Skotlandi og Føroyum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Feðgarnir Jógvan og Sjúrður Hammer hava saman við bretanum Alexander L. Bond kannað frásagnir  um, at drunnhvítaungar skulu hava verið nýttir sum kertiljós. Teir tríggir hava saman skrivað grein, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Seabird, sum the Seabird Group gevur út.

Í samandráttinum verður sagt, at tað í nýggjum frásagnum um drunnhvítalívfrøði og -umsiting serliga í norðuratlantshavi javnan verður sagt frá, at drunnhvítaungar hava verið nýttir sum kertiljós, einamest í Írlandi, Skotlandi og Føroyum.

Høvundarnir hava kannað søguligu, etnografisku og savnsprógvini fyri hesi siðvenju. Flestu frásagnirnar eru frá aðruhonds keldum. Bert nøkur heilt frá dømi eru til, sum kunnu verða váttað við myndum, fyrstuhonds frásagnum ella savnsdømum.

Niðurstøða teirra er, at hendan siðvenjan sannlíkt ikki hevur verið serliga vanlig, men fáu dømini hava fingið meira lív gjøgnum yvirdrivnar endurgevingar frá vitjandi náttúrufrøðingum í átjandu til tjúgundu øld.

Greinin kallast Historic evidence of the use of storm-petrels Hydrobates sp. as candles og kann lesast her.

Granskingarráðið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2023

31 Leygardagur 18. februar 2023

- Eg havi so nógv at gleðast um

– Eg kenni meg sera hepnan, at nevndin valdi meg, segði Beinir Bergsson í røðu síni, tá hann í farnu viku tók ímóti gávugóðsi úr Grunnni Thorvalds Poulsen av Steinum

(Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Einaferð um árið, á føðingardegi Thorvalds Poulsen av Steinum, fær eitt ungt og gávuríkt listafólk peningagávu úr grunninum eftir Thorvald. 8. februar var hátíðarhald í hølunum hjá Listasambandi Føroya í Hoydølum, tá Beinir Bergsson varð heiðraður og fekk 40.000 krónur.

Beinir hevur givið tvey yrkingasøvn út, og hann hevði longu frammanundan fingið viðurkenning fyri sínar skaldagávur. Fyrsta Ebbuvirðislønin varð latin honum fyri debutyrkingasavnið, "Tann lítli drongurin og beinagrindin", og hitt savnið, "Sólgarðurin", varð í uppskoti til norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2022.

Á hátiðarhaldinum í Hoydølum varð ungi yrkjarin tikin eitt sindur á bóli, tá viðurkendi sjónleikarin, Olaf Johannesen, í tveimum umførum fór á pall at lesa yrkingar hansara, skrivar heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum.

Við eyðkendu djúpu røddini las - ella rættari framførdi - Olaf úr fyrra savninum um sorgina um doyggjandi pápan, og úr nýggja savninum um ástarleik og sólgarðin við blómunum hjá ommuni.

– Hatta var heilt fantastiskt!, segði Beinir rørdur eftir framførsluna hjá Olafi, sum hevði fingið allar áhoyrarnar at sita sum á nálum.

Sjálvur helt Beinir eisini røðu, og tá segði hann m.a., at hann hevði nógv at gleðast um, og kendi hann seg hepnan, at nevndin valdi at geva honum heiðurin.

- Upp á nógvar mátar hugsi eg, at eg fái meira, enn eg havi uppiborið. Fyrra savnið, eg skrivaði, er útselt, Sólgarðurin er útseldur í Føroyum, men hann heldur á at liva og kemur út í Grikkalandi í mai og á íslendskum í summar. Yrkingarnar sleppa út í heim at standa seg, uttan at eg kann forklára øðrum, hvat tað heila merkir, segði Beinir, sum í løtuni lesur ritlist á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum.

- Takk fyri, at tit vísa okkum, sum útbúgva okkum á hesum økinum, álit. Vit eru ikki nógvir ungir rithøvundar, og tó - eru vit nú so fá, sum vit halda? Eg havi hug at bjóða hesum tankanum av. Eitt nú ber til at vísa á ritlistaútbúgvingina á Setrinum, sum er við til at útbúgva rithøvundar. Hetta er eitt fantastiskt ískoyti til ritlistaumhvørvið her í Føroyum. Eg tori at pástanda, at hesi fólkini á útbúgvingini eru við til at menna umhvørvið, sum standa tey við várhagasólju og blæsa síni ritlistafræ, sum fara við lotinum og festa seg ymsa staðni í Føroyum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2023

32 Leygardagur 18. februar 2023

Viriðslønir landsins verða latnar mikukvøldið

Hátíðarhaldiå verður í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla 22. februar. Tríggjar virðirslønir verða handaðar

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sum siður er, handar landsstýrisfólki við mentamálum tíðliga á árinum virðislønir fyri árið, ið fór.

Soleiðis verður nú skjótt - mikudagin 22. februar fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum, at handa virðislønir landsins til lista- og mentafólk fyri árið 2022.

Heimasíðan hjá Almanna- og Mentamálaráðnum skrivar, at handanin verður í konserthøllini Hátúni á Tórshavnar Musikkskúla 22. februar.

[object Object]
Musikkskúlin (Mynd: ammr.fo)

Almenna tiltakið byrjar klokkan 19, og tríggjar virðislønir verða handaðar:

Mentanarvirðisløn landsins verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Vinnarin fær 150.000 krónur.  

Heiðursgáva landsins verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Vinnarin fær 75.000 krónur. 

Virðisløn til ungt listafólk verður latin fyri at kveikja ung listafólk og stimbra tey í menningini av yrkisleiðini. Vinnarin fær 50.000 krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2023

33 Leygardagur 18. februar 2023

Frits Johannesen í Gamla Seglhúsinum

Framsýningin, sum byrjaði týsdagin, er partur av Torradøgunum, sum eru 20. til 25. februar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Torradagarnir í Klaksvík byrja tíðliga í ár. Týsdagin lat upp listaframsýning í gamla Seglhúsinum við Frits Johannesen.

Torradagarnir, sum henda listaframsýning er partur av, byrja mánadagin 20. februar og halda fram til leygardagin 25. februar við drúgvari skrá.

Frits er hin glaði og litríki listamaðurin úr Fuglafirði – hann er tað, tey kalla fjøllistamaður.

Frits teknar, málar, yrkir, ger løg, skipar fyri kórsangi, kórstevnum, listaframsýningum og so málar hann við orðum og savnar orð og heiti – kann hava djúpar og áhugaverdar hugleiðingar, kryddaðar við skemti um tað, sum fyriferst í nærumhvørvinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2023

34 Leygardagur 18. februar 2023

Sæla á ferð kring landið

Sæla hevði frumsýning í Norðurlandahúsinum og hevur verið sýndur í Løkshøll og Havnar Bio. Fleiri sýningar settar á skrá í komandi viku

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tá Rebekka og Jákup eru saman, fara tey út um mørk. Vinkonan ákærir Jákup fyri neyðtøku, men Rebekka vil ikki lurta. Hon hugsar bara um at linna egnu pínu. Spakuliga fatar hon, hvat veruliga er hent.

"Sæla" hevði frumsýning í Norðurlandahúsinum og varð síðan sýnd í Løkshøll. Nú eru fleiri sýningar settar á skrá, og tær byrjaðu í vikuni, tá Sæla varð sýnd Havnar Bio. Í komandi viku verður filmurin vístur í Salti í Suðuroy og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Filmurin varð róstur eftir fullsettu frumsýningini. Høgni Djurhuus skrivaði í sínum ummæli, at ”Katrin Joensen-Næs hevur gjørt ein gløggan, viðkomandi film, eina filmsperlu.”

Og filmumælararin Birgir Kruse skrivaði, at ”filmurin er bæði góður og týdningarmikil”, og hann legði afturat, at ”eins framúr í nýggja stuttfilminum er realljóðið, tá kvinnuligi høvuðspersónurin fleygar sær, og so tónleikurin, ella rættari ljóðrøddirnar, ið eru uttan fylgispæl. Framúr avrik, ið flytur føroyska filmsframleiðslu nógvar sekvensir fram.”

Hesar eru dagfestingarnar fyri komandi sýningarnar:

  • 23. februar í Mentanarhúsið í Fuglafirði
  • 25. februar í SALT

Leikstjóri er Katrin Joensen-Næs, ið áður hevur leikstjórnað "Ábyrgd", sum eisini fekk góð ummæli og varð handað sálarheilsuvirðislønina frá Sinnisbata. Leikarar eru Bjørk Búadóttir Tórgarð, Edvin H. Niclasen, og Ebba Malena Debess Thomsen.

Aldursmark er 15 ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2023

35 Leygardagur 18. februar 2023

Havnar Hornorkestur 120 ár

Georg Hansen – Bakar Hansen – var tann, sum fyrst í farnu øld lærdi havnafólk at spæla upp á eitt nú horn

(Mynd: Havnar Hornorkestur)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mánadagin 13. februar vóru liðin 120 ár síðan Føroya elsta orkestur, Havnar Hornorkestur, varð sett á stovn.

Søgan byrjar við, at ein bakari kom úr Danmark...

Mangan verður sagt, at tú skal ikki blása við mjøli í munninum. Men hóast hesi góðu ráð hava verið hyggjuráð í øldir, mugu vit ásanna, at byrjanin til søguna um Havnar Hornorkestur júst var, at Tinganes-handlinum vantaði ein bakara at blanda mjølið við ymiskar aðrar úrdráttir, sum handilin so kundi selja havnarfólki sum leskiligar vørur.

Tá kom bakarin Georg Hansen – Bakar Hansen – til Havnar at arbeiða, og hann hevði sera stóran musikalskan áhuga og byrjaði alt fyri eitt at læra havnarfólk at spæla tónleik á ymisk ljóðføri – eisini hornljóðføri, og hetta var so byrjanin til Havnar Hornorkestur, sum varð sett á stovn 13. februar 1903, altso fyri 120 árum síðan.

Havnarfólki dámdi væl at hetta orkestrið var sett á stovn, og fólk savnaðust uttan fyri venjingarhølini hjá orkestrinum, bert fyri at hoyra hesar nýggju tónarnar, sum vóru komnir til býin. Tá vandi orkestrið í gymnastikhúsinum, sum stóð vestantil í Boisensgarði. Sunnudagar plagdi orkestrið at venja uttandura.

Tað fyrsta man veit um, at orkestrið spældi alment, var 1902, tá orkestrið marsjeraði gjøgnum býin og yvir á Skansan, hetta í samband við, at tað vóru 50 ár liðin síðan Løgtingið varð endurstovnað.

Nógvir tónar eru spældir síðan tá og nógvar konsertir eru spældar og eisini fleiri uttanlandsferðir eru gjørdar. Havnar Hornorkestur hevur eisini luttikið í trimum evropeiskum kappingum, í Bergen, Glasgow og Belfast. Í 2004 vann Havnar Hornorkestur kappingina fyri evropeisk hornorkestur í b-bólkinum, sum varð hildin í Glasgow. Ein stór løta…

Havnar Hornorkestur hevur havt fleiri útlendskar venjarar. Um ein skal takast fram, so er tað bretin Robert Oughton, sum vandi Havnar Hornorkestur í fleiri ár. Av føroyingum, sum hava vant Havnar Hornorkestur, skulu vit her nevnað Ova Olsen, sum vandi orkestrið í fleiri enn 40 ár. Ove Olsen andaðist á flaggdegnum 25. apríl 2021.

Í dag venur Tróndur Herason Olsen Havnar Hornorkestri og orkestrið telur umleið 30 virknar spælarar. 

Kelda: Havnar Hornorkestur

Herundir nakrar myndir av Havnar Hornorkestri úr savni okkara 

[object Object]Havnar Hornorkestur 1904

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen)

[object Object](Mynd: Bjarni Enghamar)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2023

36 Leygardagur 18. februar 2023

Nicola Sturgeon fer frá

Hetta er tann rætta tíðin fyri meg, flokkin og landið, segði hon á tíðindafundi í vikuni. Sturgeon verður tó í sessinum sum fyrstaráðkvinna Skotlands til avloysarin er funnin

Sturgeon hevur næstan verið í sessinum í átta og eitt hálvt ár, og er hetta met. Hon gevst eisini sum leiðari fyri skotska tjóðskaparflokkin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hon hevur verið fyrstaráðkvinna í Skotlandi síðani 2014, og so leingi hevur eingin verið í sessinum. Nú 52-ára gamla Nicola Sturgeon verður í sessinum eina tíð afturat - tó bert til  ein avloysari er funnin.

- Tað er tann rætta avgerðin fyri meg og mín flokk. Eg havi hugsa um tað leingi og spurt meg sjálvan: Er tað tað rætta fyri meg at halda fram? Og meira týdningarmikið: Er tað tað rætta fyri land mítt. Svarið er nei.

Nicola Sturgeon tók við sum forkvinna í SNP - skotska tjóðskaparflokkinum - og sum fyrstaráðkvinna í november 2014, eftir at tað gjørdist talan um eitt tepurt nei á fólkaatkvøðuni um loysing frá Stórabretlandi.

Sturgeon hevur framahaldandi arbeitt fyri loysing - tó hava atfinningar verið um, at hon ikki hevur verið nóg ágangandi hesum viðvíkjandi. Hon ætlaði at fáa eina nýggja fólkaatkvøðu ásetta til oktober 2023, men stjórnin í London forðaði fyri hesum. Á tíðindafundinum lýsti hon koronutíðina, sum eina av tí harðastu á hennara politisku lívsleið.

Nicola Sturgeon gevst sum bæði fyrstaráðkvinna í Skotlandi og sum forkvinna í SNP. Hon hevur verið limir í skotska lóggávutinginum síðani 1999 og skotsku stjórnini síðani 2007, har hon hevur staðið á odda fyri ymiskum embætum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2023

37 Leygardagur 18. februar 2023

Stoltenberg fer frá sum Nato-aðalskrivari í heyst

Hann hevur sitið í nærum níggju ár, og ynskir hann ikki at leingja tíðarskeiðið enn einaferð, upplýsir talsfólk hjá verjusamgonguni

Jens Stoltenberg hevur verið aðalskrivari hjá Nato síðan 1. oktober 2014 (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Jens Stoltenberg ætlar sær ikki at søkja um at leingja sína tíð sum aðalskrivari hjá Nato, og fer hann eftir ætlan frá í heyst, upplýsir verjusamgongan.

Mandatið hjá Jens Stoltenberg er longt tríggjar ferðir, og hevur hann sitið sum aðalskrivari í nærum níggju ár.

Jens Stoltenberg er útbúgvin búskaparfrøðingur og fyrrverandi forsætisráðharri í Noregi.

Stutt eftir, at Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar í fjør, varð tíðin hjá Stoltenberg sum aðalskrivari longd fram til 30. september í ár, og sambært dulnevndum keldum, vilja Nato-limalondini hava hann at halda fram til apríl 2024 orsakað av hansara "einastandandi avriki", skrivar Ritzau.

4. apríl næsta ár eru eisini 75 ár liðin, síðan Nato varð sett á stovn, og sambært týska miðlinum Welt am Sonntag, ynsktu limalond, at Stoltenberg skuldi halda fram til tá.

Enn er eingin avgerð tikin um, hvør eftirmaðurin hjá Stoltenberg verður, men í uppskoti eru m.o. Pedro Sanchez, forsætisráðharri í Spania, og Ben Wallace, bretski verjumálaráðharrin, skrivar Reuters.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2023

38 Leygardagur 18. februar 2023

Stoltenberg: Putin hevur sett ferð á vár-álopið

Russland er til reiðar at missa nógv fólk fyri at fáa tamarhaldið á Ukraina, sigur Nato-aðalskrivarin

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ukrainskir myndugleikar hava í fleiri vikur ávarað um, at Russland nú búgvar seg til nýggj álop. Tí hevur verið víst á tørvin á fleiri og meira framkomnum vápn til hermótið.

Men í roynd og veru, er russiska várálopið longu farið í gongd. Tað segði aðalskrivarin í verjusamgonguni Nato, Jens Stoltenberg, á tíðindafundi á Nato-høvuðsborgini í Brússel mánadagin.

- Vit hava longu sæð byrjanina. Putin er í holt við at senda túsundavís av hermannahópum inn í Ukraina, og hann er til reiðar at góðtaka eitt høgt tapstal.

- Tað, sum Russland vantar í dygd, royna tey at vinna aftur í nøgd. Teirra venjing og útgerð hevur ikki somu dygd, sum hjá Ukraina. Men tey hava fleiri fólk. Og Russland er til reiðar at senda herdeildir inn, og tey eru til reiðar at missa nógv fólk, sigur Jens Stoltenberg.

Nato-ovastin sær “ongi tekin um”, at Putin fyrireikar seg til frið.

- Vit síggja, at Putin og Russland vilja hava tamarbaldið á Ukraina. Einasti vegur at tryggja, at Ukraina heldur fram sum sjálvstøðug tjóð, er at halda fram við stuðlinum, sigur Jens Stoltenberg.

Tíðindafundurin í dag varð hildin undan ein fund við verjumálaráðharrunum í Nato, og undan ein fund við sokallaða Ukraina-bólkinum undir amerikanskari leiðslu, sum samskipa vápnaveitingina til Ukraina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2023

39 Leygardagur 18. februar 2023

Nikki Haley bjóðar Trump av

Vil vera republikanskt forsetavalevni til valið í 2024

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrrverandi amerikanska ST-sendikvinnan, 51 ára gamla Nikki Haley, er nú farin í gongd við valstríðið fyri at gerast forsetavalevni fyri republikanska flokkin í 2024.

Hon er sostatt fyrsta mótvalevnið til fyrrverandi forsetan, Donald Trump, sum setti hana í embætið sum ST-sendikvinna í 2017 til 2018 tá hon segði embætið frá sær.

Undan tí var hon í árunum 2011 til 2017 guvernørur í South Carolina.

Mikudagin helt hon sín fyrsta valfund í Charleston heima í South Carolina. Á hesum fundi heitti Nikki Haley á republikanarar um at førka seg burtur frá “gomlum hugmyndum” og “fánaðum nøvnum”.

Hetta seinna varð fatað sum ein fjald viðmerking til Donald Trump, sum ætlar sær at vera valdur aftur í 2024.

- Vit eru til reiðar til eitt nýtt ættarlið, ið skal leiða okkum inn í framtíðina, segði hon millum annað á veljarafundinum.

Nikki Haley er dóttir til indiskar tilflytarar. Í røðu síni í gjár nevndi hon bert Trump við navni eina einastu ferð, tað var í sambandi við at hon greiddi frá sínum politisku royndum, og harvið sum fremsta ST-sendiboðið hjá fyrrverandi forsetanum.

Í hesum sambandi lovaði hon eisini at føra eina harðan politikk mótvegis teimum, ið virka ímóti USA, herundir Kina.

Roknað verður ikki við, at Haley verður einsamøll í stríðnum móti Donald Trump at gerast republikanskt forsetavalevni. Nøvn, ið verða nevnd í hesum sambandi eru guvernørurin í Florida, Ron DeSantis, fyrrverandi varaforsetin, Mike Pence, og senatorurin í South Carolina, Tim Scott.

Nikki Haley boðaði frá síni uppstilling týsdagin. Donald Trump segði í samrøðu við Fox News Digital, at hann frøddist um at hon stillar upp.

- Hon skal gera tað, hon vil, og ikki føla seg bundna av tí sannroynd, at hon segði, at hon aldri fór at gera tað, var viðmerkingin.

Donald Trump vísti á eina útsøgn í 2021, tá Haley segði, at hon ongantíð fór at bjóða Trump av, skrivar Reuters. 

[object Object]
Donald Trump og Nikki Haley í ST-trygdarráðsfundi í 2018 (Savnsmynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2023

40 Leygardagur 18. februar 2023

Russiskar barnakonur fara til Argentina at eiga

Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at børnini verða fødd í Argentina við argentinskum ríkisborgaraskapi – seinastu mánaðirnar eru fleiri enn 5.000 barnakonur komnar til Argentina úr Russlandi

(Tilvildarlig savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinastu mánaðarnar hava fleiri enn 5.000 russiskar barnakonur leitað sær til Argentina fyri at eiga.

Eitt nú hósdagin komu 33 russiskar barnakonur við sama flogfari. Tær vóru allar í síðstu vikunum av viðgongutíðini, siga argentinsku myndugleikarnir sambært BBC.

Hildið verður, at barnakonurnar gera hetta fyri at tryggja sær, at børn teirra verða fødd í Argentina, so tey kunnu fáa argentinskan ríkisborgaraskap.

Av teimum 33 kvinnunum, sum komu til argentinska høvuðsstaðin Buenos Aires, vórðu tríggjar afturhildnar orsakað av trupulleikum við teirra skjølum. Tríggjar aðrar vórðu handtiknar dagin fyri.

Barnakonurnar høvdu sagt, at tær komu til Argentina sum vanlig ferðafólk, men hetta vísti seg ikki at vera rætt.

Sakførari hjá kvinnum sigur, at tær vórðu afturhildnar uttan at hava brotið nakra lóg, og var talan um ólógliga frælsistøku. Kvinnurnar eru síðani leyslatnar aftur.

Við argentinskum ríkisborgaraskapi og argentinskum passi, ber til at ferðast til 171 lond uttan visum. Við einum russiskum passi sleppur ein bert inn í 87 lond uttan visum. Tað er eisini lættari hjá foreldrum at argentinskum ríkisborgarum at fáa uppihaldsloyvi og ríkisborgaraskap.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2023

41 Leygardagur 18. februar 2023

Tinganes skal hitast við sjógvhita

Bygningarnir í Tinganesi skulu framyvir hitast við sjógvhita. Hetta ætlar Løgmansskrivstovan, sum hevur sett tvær milliónir krónur av til verkætlanina í ár

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í eina tíð hevur Løgmansskrivstovan arbeitt saman við Betri Trygging um at fyrireika eina grøna orkuskipan til at hita bygningarnar í Tinganesi og bygningin hjá Betri Trygging á Kongabrúnni.

Undanfarni løgmaður byrjaði verkætlanina um at gera Tinganes grønt, og skitsuprojekt og kostnaðarmeting vórðu gjørd í 2022. Núverandi landsstýri ynskir at halda fram við verkætlanini.

- Samgongan hevur sett sær fyri at fremja grøna orkuskiftið í Føroyum. Skal hetta eydnast, so má landið sjálvandi at ganga undan. Somuleiðis hava vit hava sett okkum fyri, at allir almennir bygningar skulu leggja um til grønar hitaskipanir. Eg eri glaður fyri at vit nú kunnu taka fyrsta stigi á hesari leiðini, við at gera Tinganes grønt, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

At leggja um til sjógvhita er ikki bara gott fyri umhvørvið. Tað eru eisini fleiri pengar at spara. Landið nýtir í dag góðar 80.000 litrar olju árliga til at hita bygningarnar í Tinganesi. Við dagsins oljuprísum verður sparingin umleið 318.000 krónur árliga, við at leggja um til sjógvhita. Um oljuprísirnir hækka aftur, verður sparingin uppaftur størri.

Umframt eyðkendu reyðu bygningarnar uttast á Tinganesi, har Løgmansskrivstovan, Fíggjarmálaráðið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið húsast, verða allir bygningarnir hjá landinum í Tinganesi og á Reyni knýttir í skipanina, tvs. yvir til bygningin í Gongini, har gamli Sjóvinnubankin helt til, og har Umhvørvismálaráðið og Løgmálaráðið húsast í dag. Talan er um 22 bygningar, ið landið eigur.

Harafturat verða bygningarnir hjá Betri Trygging, á Kongabrúnni, partur av skipanini.

Í fíggjarlógaruppskotinum, sum er lagt fyri Løgtingið, verður biðið um fýra milliónir krónur aftrat til umbygging í Tinganesi, tvær milliónir krónur í 2023 og tvær milliónir krónur í 2024, fyri at gera tað møguligt at fremja verkætlanina.

Samlaði kostnaðurin av verkætlanini er mettur til umleið 8,9 milliónir krónur, harav parturin hjá Løgmansskrivstovuni er 4,5 milliónir krónur. Eftir ætlan skal skipanin takast í nýtslu í 2024.

Kelda: Løgmansskrivstovan

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2023

42 Leygardagur 18. februar 2023

Almennir bygningar skulu hava grønar orkuloysnir

Landsstýrið hevur tí sett sær fyri, at bygningarnir hjá landinum í nógv størri mun skulu brúka varandi orku

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Meginparturin av landsins bygningum verða hitaðir við olju, og orkunýtslan er stór. Landið eigur 179 bygningar, harav bara 10 prosent brúka varandi orku.

Skulu vit gera okkara altjóða skyldu at avmarka veðurlagsbroytingarnar, skulu vit næstu tíðina hava eitt skjótt og varandi orkuskifti. Hetta er somuleiðis partur av orku- og veðurlagspolitikkinum, ið varð samtyktur í løgtinginum.

At hita landsins bygningar við olju hevur bæði við sær eina óneyðuga øking av útlátinum, umframt at tað er dýrt. Við verandi oljuprísum kann landið í minsta lagi spara 20 til 25 milliónir árliga í rakstri við at fara frá dýru og dálkandi oljuni.

Landsstýrið hevur tí sett sær fyri, at bygningarnir hjá landinum í nógv størri mun skulu brúka varandi orku.

- Tað er gott, at fleiri húsarhald leggja um til varandi orku. Tað ger mun. Men tað sigur seg sjálvt, at landið, sum eigur so nógvar bygningar, eisini má gera sítt. Tað er upp á tíðina, at vit sleppa okkum av við oljuna til upphiting, tí eri eg fegin um, at vit endiliga raðfesta at leggja landsins bygningar um, sigur Ingilín Strøm, landsstýriskvinna. 

Landsstýrið hevur sett av fimm milliónir krónur til endamálið í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023. Landsverk fer at umsita játtanina.

Kelda: Umhvørvisráðið

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2023

43 Leygardagur 18. februar 2023

Burðardygt Vinnulív og Umhvørvisstovan útgeva CO2-roknara

CO2-roknarin fer at stuðla føroyskum fyritøkum í at rokna og fráboða egið CO2 útlát, og fer vónandi at eggja fyritøkum til at fylgja tilmælunum frá granskarum, um í fyrsta lagi at seta sær mál fyri at minka um CO2 útlátið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Burðardygt Vinnulív og Umhvørvisstovan kunngjørdu í vikuni fyrstu útgávuna av einum ókeypis CO2-rokniamboði, sum ger tað lættari hjá vinnuni í Føroyum at rokna sítt CO2 útlát.

CO2-roknarin fer at stuðla føroyskum fyritøkum í at rokna og fráboða egið CO2 útlát, og fer vónandi at eggja fyritøkum til at fylgja tilmælunum frá granskarum, um í fyrsta lagi at seta sær mál fyri at minka um CO2 útlátið og í øðrum lagi at fullføra átøk at røkka hesum málunum.

– Vit eru fegin um samstarvið við Burðardygt Vinnulív um hesa verkætlan, sum fer at eggja vinnulívinum at taka ábyrgd fyri teirra ávirkan á umhvørvið. Í dag yvirtekur Umhvørvisstovan ognarskapin av CO2-roknaranum, sum vit fara at dagføra árliga og hava á heimasíðu okkara tøkan til nýtslu hjá øllum fyritøkum og øðrum, sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni.

Jan Ziskasen, nevndarformaður í Burðardygt Vinnulív sigur:

– Samstarvið við Umhvørvisstovuna um CO2-roknaran stuðlar undir aðalmálinum at virka fyri einum grønum umskifti í Føroyum. Hetta eru vit errin og vónrík um.

CO2-roknarin er tøkur á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2023

44 Leygardagur 18. februar 2023

Katar sendir íbúðir til tey heimleysu eftir jarðskjálvtan

Talan er um flytiligar bingjur, sum hýstu fótbólsáskoðarum til HM í vetur

Talan er um íbúðir líknandi hesum
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Katar hevur gjørt av at lata 10.000 flytiligar íbúðir, sum fótbóltsfjeppara í november og desember kundu gista í undir heimsmeistarakappingini í fótbólti.

Tað skrivar Reuters.

Fyrsta sendingin við 350 heimum, sum best kunnu lýsast sum innflytingarklárar bingjur, fóru sunnudagin úr Katar við kós móti harðast raktu øðkjunum í Turkalandi og Sýria, har ógvusligi jarðskjálvtin seinasta mánadag hevur kostað minst 35.000 fólkum lívið og eisini gjørt nógv túsund fólk heimleys.

Ein talsmaður fyri statsliga menningargrunnin í Katar segði sunnudagin, at ætlanin altíð hevur verið at geva hesi býlini burtur, men at støðan í jarðskjálvtarakta økinum nú hevur sett ferð á ætlanirnar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. februar 2023

45 Leygardagur 18. februar 2023

Grøn orka megnar ikki at avloysa olju og gass frá degi til dags

Neyðugt við stórum nýggjum íløgum í olju og gass fyri at nøkta vaksandi eftirspurningin

Stjórin í Saudi Aramco, Nasser
SkrivaÐ:

Jan Müller

Orðini eigur ovasti stjórin í heimsins størsta orkufelag, Amin Nasser frá Saudi Aramco. Hann heitir á lond og marknaðir um at hava eina meira realistiska støðutakan til, hvussu vit røkka málunum í grøna orkuskiftinum, sambært tíðindastovuni Reuters.  

Íløgur í olju og gass eru minkaðar sera nógv, og alternativar orkukeldur megna ikki at koma ístaðin fyri og loysa av olju og gass eftir einum degi sum partur av royndunum at røkka málunum í globala orkuskiftinum.

Stjórin í Saudi Aramco gevur teimum, ið royna at forða fyri nýggjum íløgum í olju og gass, skyldina fyri hesi gongdini. Tey royna at mála eina mynd av eini utopiskari verð, har alternativir orkuhættir eru klárir til at avloysa olju og gass frá degi til dags.

Hann finst eisini at teimum, sum fyrigykla øðrum, at tað ber til at fremja broytingar í eitt nú menningarlondunum her og nú.

“Hetta er retorikkur heldur enn veruleiki”, sigur Nasser og heldur fram: “Sum orkukreppan í Evropa hevur víst, so eru alternativini ikki klár til at viga upp ímóti stóra altjóða eftirspurninginum.

Sjálvandi fer heimurin at halda fram við at vera treytaður av olju og gassi tó ikki í so langa tíð, serliga tá hugsað verður um tungan flutning, tungan ídnað og kraftframleiðslu.

Íløgur í varandi orku er nógv vaksnar og sambært frágreiðing frá Rystad Energy í oktober yvirhálaðu tær íløgur í olju og gass. Men við tí vaksandi eftirspurninginum eftir kolvetni, fer ídnaðurin at hava tørv á, at tað verða gjørdar stórar íløgur heilt fram til 2045 til tess at økja um framleiðsluna og nøkta eftirspurningin, segði Opec í eini frágreiðing í november, sambært Reuters.

Eftirspurningurin eftir olju fer væntandi at vaksa til 101 mió. tunnur um dagin í 2045, úr 88 mió. tunnum í 2021. Tvs. at parturin hjá olju og gassi í orkusamansetingini fer at minka úr 31% til 29% í hesum tíðarskeiðinum. Stjórin í Saudi Aramco heldur tí, at vit øll mugu síggja veruleikan í eyguni, hvussu orkustøðan fer at vera komandi nógvu árini. 

Hann heldur tørvur verður eisini á at gera íløgur í tøkni, sum minkar um útlátið frá olju og gassi, somuleiðis at gera íløgur í fangan og goymslu av CO2 eins og framleiðslu av vetni og sum heild íløgur í ymsar orkuhættir harímillum varandi orkukeldur. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2023

46 Leygardagur 18. februar 2023

Ransin N. Djurhuus nýggjur formaður í HB

HB hevði aðalfund mikukvøld, har roknskapur sum vísti 1,8 milliónir í avlopi, varð lagdur fram. Eisini hevur felagið fingið nýggjan formann

Ransin N. Djurhuus, nýggjur formaður í HB (Mynd: HB.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aðalfundur var mikukvøldið í HB húsinum, og greitt er, at HB hevur fingið nýggjan formann.

Tað er tíðarkrevjandi at vera formaður í HB, og tí hevur Páll Mohr Joensen valt at lata stafettina víðari. Í hvussu er fyribils, stendur at lesa á hb.fo.

Roknskapurin var lagdur fram. 

- Og tað var sera hugaligur lesnaður, nú hann vísti eitt yvirskot á góðar 1,8 milliónir. Útreiðslurnar eru tálmaðar, og stór framgong hevur verið á stuðulsinntøkunum. Roknskapur var góðkendur av aðalfundinum, skrivar hb.fo.

Nevndarval var eisini á skránni. Sum áðurnevnt takkaði Páll Mohr Joensen fyri seg. Fyri valið stóðu eisini Lars Müller, Ingi Rasmussen og Bjarni Joensen. Ingi og Bjarni stillaðu ikki uppaftur, og takkaðu somuleiðis fyri seg í starvsnevndini, og Lars bleiv afturvaldur. Ingi hevur tó játtað seg til at vera tiltakslimur.

Viðtøkur felagsins siga, at starvsnevndin skal mannast av 5-8 limum. Higartil hevur hon talt seks limir, men mælt var til at skerja talið til fimm. Orsøkin er at bæði kvinnu- og ungdómsnevndin eru mannaðar við fimm limum hvør, og tí er nakað av arbeiðsbyrðuni tikin av starvsnevndini. Nevndin skjeyt upp Símun Samuelsen og Finn Jensen, og hesir báðir blivu einmælt valdir.

[object Object]

Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Ransin N. Djurhuus, formaður, Lars Müller, næstformaður, Finn Jensen, kassameistari, Jóannes Mouritsen, skrivari og Símun Samuelsen, nevndarlimur. Tiltakslimir eru Gunnar Justinussen og Ingi Rasmussen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2023

47 Leygardagur 18. februar 2023

AB hevði eitt hall á nærum eina millión í fjør

Felagið skrivar, at hetta kemst av fyrru kappingarhálvu í fjør, tá felagið byrjaði upp á nýggjan leist við fleiri útlendskum leikarum. Nú eru føtur settar í spenni á Argjum, og fýra nýggj fólk vórðu vald í nevndina

Patur Sivertsen Vase, Gunleif Trondesen Hentze, Sanna Hansdóttir Niclasen og Sóley Martinsdóttir við Garð eru nýggj í nevndini, sum nú telur fleiri kvinnur enn menn (Mynd: Argja Bóltfelag)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er eingin loyna, at 2022 var eitt baldrut ár hjá Argja Bótlfelag. Felagið rakk sínum málsetningini fyri besta mansliðnum, sum trygt yvirlivdi, sum uppflytari, í Betrideildini. Hetta hevði tó sín prís - bæði so og so.

Í frágreiðingini frá aðalfundi felagsins mikudagin, verður tað heldur ikki dult, at hendingaríka kappingarárið kostaði felagskassanum nógv. Tað varð upplýst, at talan var um beint undir eina millión: 992.000 krónur. Tað vóru serliga íløgurnar í fyrru hálvu og í yvir tíggju útlendskar spælarar, sum kostaðu. Síðani er meira støðufesti komið í, og farið veðrur eftir einum avlopi í 2023.

- Hetta hallið kemur fyrst og fremst orsakað av fyrru kappingarhálvu í fjør, tá felagið byrjaði upp á nýggjan leist við fleiri útlendskum leikarum. Í summar kom fíggjarstøðan tó í tryggari legu, har útreiðslurnar minkaðu munandi, og felagið ætlar at seta føtur í spenni fyri at fáa avlop í komandi roknskapi.

Í sínari formansfrágreiðing um kappingarárið 2022 víst formaður felagsins, Marius Thomassen eisini á, at ítróttarliga grundarlagið í felagnum er sterkt við liði í Betrideildini, nýggjum og royndum høvuðsungdómsvenjara, og harafturat fer felagið aftur at hava U17-lið (fyri fyrstu ferð síðani 2019) við væl útbúnum venjara.

Fýra nýggj í nevndini

Nevndin í Argja Bóltfelagi telur fimm starvslimir og tveir tiltakslimir.

Heimasíða felagsins skrivar, at teir báðir limirnir í nevndini sum stóðu fyri vali - Jens Petur Andreasen og Remi Olsen - valdu ikki at stilla upp aftur hesaferð. Eisini Hildigerð Johannesen, sum hevur verið kassameistari síðsta árið, hevur valt ikki at halda fram.

Nevndin innstillaði Patur Sivertsen Vase og Gunleif Trondesen Hentze sum nýggjar nevndarlimir, og teir blivu báðir valdir inn. Nýggir tiltakslimir blivu tær báðar, Sanna Hansdóttir Niclasen og Sóley Martinsdóttir við Garð

Hetta merkir, at nýggja nevndin telur fýra kvinnur og tríggjar menn. Eftir aðalfundin skipaði nývalda nevndin í Argja Bóltfelag seg soleiðis: Formaður: Marius Thomassen, næstforkvinna: Durita Sloan Dal-Christiansen, skrivari: Sunneva M. Jensen, kassameistari: Patur Sivertsen Vase og nevndarlimur: Gunleif Trondesen Hentze. Tiltakslimir eru Sanna Hansdóttir Niclasen og Sóley Martinsdóttir við Garð.


 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2023

48 Leygardagur 18. februar 2023

Magnus Holm Jacobsen til 07 Vestur

22 ára gamli miðvallarin hevur spælt nærum hvønn dyst á besta liðinum hjá B36 seinastu árini

Magnus Holm Jacobsen í dysti fyri B36 móti Víkingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

07 Vestur og Magnus Holm Jacobsen hava undirskrivað sáttmála, og 22-ára gamli miðvallarin verður sostatt at síggja í nýggjum hvítum búna eftir skiftið frá B36.

Magnus hevur spælt nærum hvønn dyst á besta liðinum hjá B36 seinastu árini. Síðan 2017, sum var fyrsta árið á besta liðinum, har hann fekk nakað av spælitíð, hevur hann verið við so gott sum hvønn dyst.

Í alt eru tað vorðnir 104 dystir í Betrideildi, 16 í steypakappingini og 17 í evropeiskum kappingum. Harafturat hevur Magnus hópin av ungdómslandsdystum og hevur eisini verið í A-landsliðshópinum til Nations League í 2020.

Magnus kemur heilt sikkurt at vera góð styrki hjá 07Vestur at fáa á miðjuni. Og skiftið úr B36 er kanska eisini eitt prógv um, at menningin í 07 Vestur seinastu árini við Michael Schjønberg sum venjara, alsamt ger felagið meira áhugavert hjá góðum føroyskum leikarum.

[object Object]Magnus Holm Jacobsen í 07Vestur-búna saman við Michael Schjønberg


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2023

49 Leygardagur 18. februar 2023

Jann Benjaminsen og B36 hava gjørt sáttmála fyri 2023

25-ára gamli bakkurin vendir aftur til Betrideildina eftir tvey ár í triðbestu norsku deildini. Jann spældi sín fyrsta A-landsdyst í november, og skal nú styrkja um B36-liðið

Jann Benjaminsen hevur yvir 100 dystir á baki í Betrideildini við NSÍ - her sæst hann í Gundadali, sum verður hansara nýggi heimavøllur (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Eg síggi B36 sum eitt sera spennandi projekt. B36 er endað ov langt niðri tey síðstu árini - nú er tíð uppá at B36 kemur uppaftur í toppin.

Hetta eru orðini hjá Jann Julin Benjaminsen, ið nú vendir aftur til Føroyar at spæla fótbólt. Hann skifti tíðliga í 2021 til Hødd í Noregi eftir nøkur góð ár í NSÍ, og í fjør var Jann fastur maður, tá Hødd spældi seg upp í næstbestu norsku deildina.

Tað stóð honum í boði at halda fram, og onnur feløg í Noregi vístu honum sum skilst eisini áhuga. 

Heimlandið dróg tó. Jann Benjaminsen hevur vant eitt sindur við B36 í vetur, og var eisini við í venjingardysti í vikuni. Nú er sáttmáli so komin uppá pláss, og í samband við at árstalsfelagið hevur kunngjørt hetta, sigur Jann, at B36 skal longur upp á stigatalvuni.

- Kappingarárið 2023 verður sera spenandi. Vit hava ein sera sterkan hóp, og vit koma heilt sikkurt at liggja í toppinum og berjast um FM-heitið.

[object Object]
Skíggjamynd: B36

Jann Julin Benjaminsen fyllur 26 ár í vikuni, har kappingarárið byrjar. Talan er um ein fjølbroyttan spælara, sum upprunaliga er vongur, men sum mest hevur spælt bakkur ella vongbakkur síðstu árini - í báðum síðum. 

Hann er á FaroeSoccer skrásettur fyri 105 dystir og ellivu mál í Betrideildini. Jann hevur spælt tíggju evropeiskar dystir, har hann eigur nøkur upplegg, og skal hann í summar aftur spæla í Evropa. Toftamaðurin spældi í november sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2023

50 Leygardagur 18. februar 2023

Tórður skiftir frá NSÍ til B68

36-ára gamli málverjin skal fyri triðju ferð hava heimavøll á Svangaskarði - hesaferð verður hann eisini partur av venjaratoyminum

Tórður Thomsen til venjing fyri NSÍ á Svangaskarði undan evropeiskari uppgávu í 2020. Hann spældi sera væl hetta kappingarárið og tekur nú eitt nýtt fet á fótbóltsleiðini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Eg og Jákup hava havt dialog í eina tíð nú. Eg kenni væl Jákup og restina av venjaratoyminum í B68, og tað hevur heilt sikkurt verið ein avgerðandi faktorur í mínari avgerð.

Hetta sigur Tórður Thomsen við Facebook-síðuna hjá B68, í samband við at hann hevur skrivað undir sáttmála fyri 2023 sum spælari og partur av venjaratoyminum á Svangaskarði.

Royndi málverjin hevur spælt saman við Jákup á Borg í B36, og hevur núverandi B68-venjarin eisini verið venjari hjá Tórði í B36, har hann vann tvey FM heiti (2014 og 2015) og eisini heiti sum ársins málverji eina ferð.

Samanlagt hevur Tórður Thomsen vunnið fýra FM-heiti. Umframt tey sum fyrsti málverji í B36, so kom gull um hálsin í 2010, tá Tórður var HB'ari og spældi átta dystir, og í 2007 tá hann var eykamálverji hjá Jens Martini Knudsen í barndómsfelagnum NSÍ.

Nú er Tórður Thomsen 36 ár, og hevur hann valt at skifta úr NSÍ, ið hann hevur umboðað seinastu fimm árini, til grannarnar. 

- Tá man kemur í mín aldur sum fótbóltspælari, so eru tað nógvir spurningar, sum man skal spyrja seg sjálvan, og hóast eg leingi havi verið í iva um, hvat eg ætli mær, so følist hetta sum tann heilt rætta avgerðin fyri meg, har eg fái ment meg sum spælara, venjara, og týdningarmest av øllum persón

[object Object]
Tórður Thomsen saman við formanninum hjá B68, Ian D. Jacobsen, á Svangaskarði (Mynd: Tofta Ítróttafelag)

Hetta sigur Tórður Thomsen eftir fyrstu venjing sína saman við nýggju liðfeløgunum á Svangaskarði, og lýsir hann nýggja felag sítt sum eitt felag og eitt lið í menning, sum hevur høgar ambitiónir, eitt sera sterkt venjaratoymi, ein góðan og hartarbeiðandi felagsskap og millum bestu umstøður í landinum.

Tórður Thomsen var fyrsti málverji hjá B68 í 2006 og 2011, og umframt omanfyri nevndu feløg, hevur hann umboðað AB og ÍF. Samanlagt hevur hann spælt 344 dystir í Betrideildini, umframt 32 steypadystir og 13 evropeiskar dystir. Tórður hevur eisini javnan verið partur av A-landsliðshópinum, og er hann skrásettur fyri tveir venjingardystir.

B68 skrivar, at Tórður Thomsen kemur at hava eina sokallaða "multi-funktión" í felagnum, sum inniber, at hann kemur at vera málverji og hann kemur eisini at vera í venjaratoyminum hjá Jákupi á Borg.

Sum skilst skal hann hava ábyrgd fyri málmansvenjingini men eisini stuðla undir høvuðsvenjaran. Andre Olsen er enn hjálparvenjari í felagnum, sum endaði á 6. plássi í fjør og sum endaliga sendi NSÍ - við Tórði í málinum - niður í 1. deild.

Benjamin Schubert heldur fram í B68, og verður danin helst framhaldandi fyrsti málverji, men B68 hevur nú ein ógvuliga royndan málverja afturat í hópinum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2023

51 Leygardagur 18. februar 2023

Tóri skal aftur spæla fyri barndómsfelagið í Betrideildini

21-ára gamli kambsdalsbúgvin, sum kann røkja fleiri pláss, hevur spælt 47 dystir fyri besta liðið hjá ÍF

Tóri Nolsøe Olsen kom, eftir eitt hálvt ár í Danmark, aftur til ÍF síðsta summar (Mynd: ÍF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

ÍF hevur í vikuni kunngjørt, at ein av lokalu leikarunum hevur gjørt sáttmála fyri 2023 og harvið kemur at spæla fyri felagið í Betrideildini í ár.

- Tóri N. Olsen ið er eitt av okkara ungdómstalentum, hevur valt at slíta enn eitt par ella tvey í Fløtugerði. Vit fegnast um, at Tóri er okkara, og ynskja honum hjartaliga tilukku við sáttmálanum og allarbestu eydnu í ár.

21-ára gamli kambsdalsbúgvin spældi sínar fyrstu dystir fyri besta liðið í 2018. Í 2021 spældi hann nógv, men eftir kappingarárið flutti hann til Danmarkar í eitt hálvt ár fyri at ganga á ítróttarháskúla.

Tóri var aftur í reyða búnanum síðsta summar og hjálpti liðnum at flyta upp aftur í Betrideildini. Henn hevur, sambært Faroesoccer, spælt 47 dystir og skorað fýra mál fyri besta liðið hjá ÍF.

Sum yngri var hann áleypari og hevur nógv skrásett mál í U21-deildini. Seinni er Tóri Nolsøe Olsen nýttur mest sum miðverji ella miðvallari

- Tóri er ein leikari, ið kann leikað á fleiri plássum. Alt frá miðverju til álop. Tað er tó á mest miðjuni ella í tí defensiva partinum, vit hava sæð hansara bestu dygdir, skrivar ÍF

Tóri er yngri beiggi málverjan Jákup Nolsøe Olsen, sum í vetur hevur skift til ÍF aftur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2023

52 Leygardagur 18. februar 2023

Dávid B. Andreasen hevur longt við barndómsfelagið

Nýggi sáttmálin er galdandi fyri tvey tey næstu kappingarárini. 18-ára gamli miðvallarin, ið er beiggi liðformannin, hevur higartil spælt 15 dystir og skorað tvey mál fyri besta liðið hjá KÍ

Dávid B. Andreasen er ein ungu spælarunum hjá KÍ, ið er á veg fram (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Framgongdin hjá unga miðvallaranum hevur verið eygsæð, og vóna vit at hann kann halda áfram við menningini.

Soleiðis skrivar KÍ á heimasíðu sínari, í samband við at Dávid Biskopstø Andreasen hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, ið er galdandi fyri 2023 og 2024. 

Síðstu tvey kappingarárini hevur Dávid spælt 15 ferðir fyri besta liðið KÍ, og 18-ára gamli miðvallarin hevur spælt tveir dystir og hevur fingið tvey gullheiðursmerki um hálsin í Betrideildini; umframt eitt við U21.

Sambært Farosoccer hevur hann spælt 32 dystir og skorað tíggju mál í 1. deild. Hann er lítlibeiggi liðformannin Jákup Biskopstø Andreasen og sonur KÍ-legenduna Jan B. Andreasen - fastrarnir hjá honum, Ragna Patawary og Rannvá Biskopstø Andreasen, hava vunnið næstan óteljandi gullheiðursmerki til felagið samanlagt.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2023

53 Leygardagur 18. februar 2023

Tríggir sessir fyri vali – níggju bjóða seg fram

Í dag verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya, har m.a. val til starvsnevndina er á skránni

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í dag klokkan 13, verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í FSF-húsinum á Tórsvølli.

Á aðalfundinum hesaferð er millum annað val til starvsnevndina á skránni, og tá freistin at stilla upp var úti undanfarna mikukvøldið, høvdu níggju persónar – tvær kvinnur og sjey menn – bjóðað seg fram til teir tríggjar sessirnar, ið standa fyri vali hesaferð.

Tey níggju, sum eru uppstillað, eru Anja Rein, Bjarni Prior, Dánial Hansen, Fróði Danielsen, Heri á Rógvi, Kristmund Johannessen, Kristoffur Vidtfeldt, Maria Jóhannusardóttir Joensen og Ólavur Larsen.

Til aðalfundin er uppskot um, at viðtøkurnar fyri FSF verða broyttar soleiðis, at verandi starvsnevnd verður lækkað úr átta niður í sjey nevndarlimir, og at bæði kynini skulu vera umboðað.

Aðalfundurin í dag er aðalfundur numar 45, síðan FSF varð sett á stovn 13. januar í 1979.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. februar 2023

54 Leygardagur 18. februar 2023

Tróndur Arge skiftir útvarp út við sjónvarp

Hann gevst á FM1, og verður partur av toyminum hjá Televarpinum, sum hevur sjónvarpsrættindini til føroyskan fótbólt

Tróndur Arge her saman við trúgva viðmerkjaranum Teiti Joensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein hin kendasti fótbóltsfrásøgumaðurin og viðmerkjarin seinastu árini, Tróndur Arge, skiftir útvarp út við sjónvarp.

Hann fer nú í starv hjá Televarpinum.

- Eg havi altíð sæð eina meining í at ment nakað, sum er nýtt og sum ikki er har frammanundan. Eg síggi Televarpið hava eina góða vøru, ið hevur nógvar møguleikar at mennast og gerast enn betri og tað vil eg fegin verða partur av, sigur Tróndur Arge millum annað við bolt.fo.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Umframt at arbeiða á FM1 og í Miðlahúsinum, er Tróndur Arge eisini ein av stovnarunum av fótbóltsmagasininum Ellivu.

Tróndur Arge fer at verða partur av frásøgutoyminum hjá Televarpinum, og eisini partur av sjónvarpssendingum, sum fara at verða gjørdar um føroyskan fótbólt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2023

55 Leygardagur 18. februar 2023

Nýggj gransking: Fótbóltsvenjing varðveitir heilsuna í aldurdóminum

Nýggj gransking vísir, at fótbóltsvenjing varðveitir almennu heilsuna í aldurdóminum og útsetur møguliga eisini lívfrøðiliga aldring

Evnið verður viðgjørt í nýggjari yvirlitsgrein hjá Magna Mohr, professara á Fróðskaparsetrinum (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Um allan heim veksur talið á eldri fólki, og í 2040 eru 15 prosent av heimsins borgarum eldri enn 65 ár.

Váðin fyri flestu av stóru fólkasjúkunum veksur munandi, eldri vit gerast, og tískil er neyðugt at menna vísindaliga grundaðar mannagongdir og viðgerðarhættir, sum kunnu varðveita almennu heilsuna hjá eldri fólki og minka um váðan fyri kroniskari sjúku.

Hetta evnið verður viðgjørt í nýggjari yvirlitsgrein hjá Magna Mohr, professara á Fróðskaparsetrinum, í vísindaliga tíðarritinum "Frontiers in Aging". Greinin kallast "Football training as a non-pharmacological treatment of the global aging population – a brief review" og rithøvundarnir aftrat Magna Mohr eru Ioannis G. Fatouros, Muhammad Asghar, Pasqualina Buono, George P. Nassis og Peter Krustrup, sum starvast ávikavist á universitetum í Grikkalandi, Svøríki, Sameindu Arabisku Emirratunum og í Danmark.

Greinin vísir á, at sterk vísindalig próvførsla á metaanalysu-stigi er fyri, at fótbóltsvenjing tvær til tríggjar ferðir um vikuna í ein tíma er sera munadygg í sambandi við viðgerð av hjarta-karsjúkum, evnisskiftissjúkum sum typu2-diabetes og beinbroyskni, sum allar í nógv størri mun raka eldri enn yngri fólk.

Eisini verður víst, at teir tættir, sum hesar sjúkur hanga saman við, somuleiðis betrast hjá eldri fólki. Haraftrat verður víst á áralanga gransking, sum vísir, at menn við prostatakrabba og kvinnur við bróstkabba, ið eru í vanligari medisinskari viðgerð, og sum venja fótbóltsvenjing, bøta munandi um almennu heilsustøðuna og hava minni tilslag av viðgerðini og færri nýggjar innleggingar á sjúkrahús enn tey sum ikki venja.

Yvirlitsgreinin staðfestir eisini, at samansett kropslig venjing somuleiðis virkar móti brunastøðum, sum m.a. gerast meira vanligar í aldurdóminum, og sum hanga saman við fleiri aldurstengdum sjúkum, umframt lívfrøðiligari aldring.

Magni Mohr, professari, sigur soleiðis um nýggju útgávuna:

- Í greinini samla vit vitan saman um fótbóltsvenjing og aðra samansetta (kompleksa) kropsliga venjing hjá eldri fólki. Vit staðfesta, at reglulig luttøka í hesum venjingarhætti betrar um teir flestu av teimum fysiologisku tættum, sum eru høvuðstættirnir og -váðarnir í hjartakar-sjúku, typu2-diabetes og beinbroyskni, umframt at sjúklingar við summum krabbabeinssløgum kunnu hava stóran ágóða av samansettari venjing saman við medisinskari viðgerð.

- Henda vitan er longu umsett til venjingarkonsept fyri eldri fólk og er klár at brúka, og tað verður hon eisini m.a. í Danmark, har konseptið "Fodbold for hjertet" verður nógv gagnnýtt, og í fleiri donskum kommunum fáa menn við prostatakrabba bjóðað fótbóltsvenjing aftrat vanligu viðgerðini. Eisini í Lissabon og Porto í Portugal og í Atlanta, USA, verður fótbóltsvenjing brúkt sum partur av viðgerðini av sjúklingum við typu2-diabetes.

- Í Føroyum hava KÍ og Klaksvíkar kommuna eisini sett heilsufótbólt fyri eldri borgarar á skránna saman við FSF og Setrinum, so vit eru eisini á veg í Føroyum á eldraøkinum.

Magni Mohr leggur aftrat, at tey leingi hava vitað, at venjing kann ávirka lívfrøðiligu aldringina, og bæði fót- og hondbóltsvenjing gjøgnum alt lívið sær út til at gera fólk yngri lívfrøðiiga.

- Hetta er eitt øki, sum vit í granskingarbólkinum fara at raðfesta frammaliga komandi árini, og ein serstakur altjóða samstarvsbólkur, sum fer at arbeiða við venjing og aldring, er gjørdur, sigur Magni Mohr, professari.

Greinin kann lesast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2023

56 Leygardagur 18. februar 2023

Tróndur skal spæla í bestu norsku deildini næsta kappingarár

Havnarmaðurin hevur skorað yvir sjey mál í miðal í næstbestu deildini hetta kappingarárið. 22-ára gamli bakkurin skal í summar taka fetið upp, og gerst liðfelagið við Helga Hoydal og Paula Mittún

Tróndur Mikkelsen fekk sítt heilt stóra gjøgnumbrot á landsliðnum í fjør, og er í gongd við eitt fráíkt kappingarár í næstbestu norsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Etter 2 sesonger i Stavanger hvor jeg har trivdes veldig bra og har hatt mine beste håndball år, er jeg nå klar for at ta steget videre. Jeg er takknemlig for oppholdet mitt i Stavanger og ønsker klubben lykke til videre. Heldigvis er det ikke over ennå, og vi har kamper som skal vinnes i år.

Soleiðis segði Tróndur Mikkelsen við heimasíðuna hjá Ryger Håndbolt, í sambandi við at tað varð almannakunngjørt, at hann frá í summar skal spæla fyri Kristiansand.

Vinstri bakkurin kom til Stavanger at spæla hondbólt í 2021, eftir at hava roynt seg í Danmark fyrst. Síðsta kappingarár skoraði hann 124 mál, 6,2 í miðal, og higartil í ár hevur Tróndur skotið 110 mál fyri Ryger Håndbolt. Hetta svarar til eitt ógvuliga høgt miðaltal: 7,3 fyri hvønn dyst.

Heimasíðan rygerhk.no skrivar, at 22-ára gamli havnarmaðurin hevur verið ein av teimum bestu spælarunum í 1. divisjon. Tað er ósannlíkt, at Ryger flytir upp úr næstbestu deildini, men nú er greitt, at Tróndur Mikkelsen fer at spæla í
Rema 1000 deildini.

[object Object]
Tróndur hevur verið ein ógvuliga týdningarmikil spælari hjá Ryger (Mynd: rygerhk.no)

Hetta skilja tey í Stavenger-felagnum væl, tí tað er greitt, at Tróndur hevur evnini og viljan at spæla á hægri støðu. 

Tróndur Mikkelsen fekk sítt heilt stóra gjøgnumbrot á A-landsliðnum í fjør, tá hann millum annað skoraði nógv mál í HM-undankappingardystunum í Føroyum. Eins og í Ryger, tók ungi bakspælarin ábyrgd, tá aðrir ikki vóru við, og nú skal kraftmikli maðurin royna at taka nøkur fet frameftir.

Í Kristiansand verður Tróndur liðfelagi við Helga Hildarsson Hoydal, ið eisini hevur eina fortíð í Stavanger, og Paula Mittún.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2023

57 Leygardagur 18. februar 2023

Elias er úttikin til dystirnar móti Rumenia í mars

Tað er yngri beiggin, Rói, eisini. Hallur Arason úr VÍF er eisini fyri fyrstu ferð á A-landsliðnum og er ein av teimum fýra í hópinum, sum spælir í føroysku kappingini

Seinast Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi á A-landsliðnum var í HM-undankappingardystunum móti Týsklandi í apríl í fjør. Hann hevur verið skaddur síðani í summar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið nú úttikið hópin til týðandi EM-undandystirnar móti Rumenia, sum verða ávikavist 8. mars á Hálsi og 11. mars í Bukarest.

Áhugavert er serliga, at Elias Ellefsen á Skipagøtu er í hópinum. Hann hevur verið darvaður av knæskaða síðani síðsta summar, og hevur verið undir skurð men venur nú aftur. 

Yngri beiggi Elias, 19-ára gamli Rói á Skipagøtu, hevur havt eitt gott kappingarár við H71, og er nýggjur í A-landsliðshópinum. Tað er Hallur Arason eisini. Kvívíkingurin við góða skotarminum skal vera við at fylla holið eftir Kjartan Johansen og Vilhelm Poulsen, ið báðir eru skaddir.

Av øðrum sum hava verið við nógv seinastu árini, men sum ikki eru við hesaferð, kunnu nevnast Brandur Halgirsson og Rókur Akralíð, ið er givin.

Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71

Útileikarar: 
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Hallur Arason, VÍF
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)
Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)

Hondbóltssamband Føroya boðar frá, at føroyska liðið savnast til venjingar í Føroyum 6. mars, har liðið fer at venja saman áðrenn heimadystin, sum verður mikudagin 8. mars kl. 19 í Høllini á Hálsi.

Hareftir ferðast liðið fríggjadagin 10. mars til Bukarest í Rumenia, har seinni dysturin millum liðini verður leygardagin 11. mars kl. 14, føroyska tíð.

Rumenia hevur tvey stig eftir tveir dystir í EM-undankappingini. Liðið tapti fyrst 36-32 á útivølli fyri Eysturríki, men vann í øðrum umfari 34-26 á Ukraina á heimavølli. Um Føroyar skulu hava møguleika at røkka triðja plássinum, so krevst helst ein sigur í einum av dystinum. Fýra teir bestu trý'ararnr - av teimum átta - sleppa til HM.

Føroyar hava møtt Rumenia fimm ferðir áður. Síðst var í HM-undankapping í 2018. Úrslitið tá var tað besta hjá Føroyum móti júst Rumenia. Úrslitini hava verið hesi:

12. januar 2018: Rumenia – Føroyar 28-20, HM-undankapping
18. januar 2004: Rumenia – Føroyar 43-27, EM-undankapping
16. januar 2004: Rumenia – Føroyar 41-19, EM-undankapping
07. januar 2001: Føroyar – Rumenia 16-27, EM-undankapping
05. januar 2001: Føroyar – Rumenia 23-36, EM-undankapping

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2023

58 Leygardagur 18. februar 2023

Kyndil og H71 vunnu fyrru hálvfinalurnar

Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vóru leiktar mikukvøldið. Kyndil vann við fýra og H71 við níggju málum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vórðu leiktar í vikuni. Dystirnir vóru ein endurtøka av dystunum í landskappingini sunnudagin, og vinnararnir vóru eisini teir somu.

Í Klaksvík var Kyndil á vitjan hjá Stjørnuni, og vann við fýra málum, 28-24. Støðan í hálvleikinum var 11-8 til Kyndil. Enn er tó einki avgjørt, tí leygardagin klokkan 17 verður seinna hálvfinalan millum liðini.

Hoyvíkskvinnur tóku ímóti Neistanum, og har var heimaliðið omaná allan vegin. Hóast neistakvinnur nærkaðust H71 í onkrum løtum, endaði tað við stórsigri, 35-26. Støðan í steðginum var 17-14 til hoyvíkingar.

Seinna hálvfinalan verður í kvøld klokkan 19.

Stjørnan - Kyndil 24-28 (8-11)
Toppskjúttar: Mina Sirdal Henriksen og Tóra Eliasen 6 mál (Stjørnan). Turið Arge Samuelsen 10 mál (Kyndil)

H71 - Neistin 35-26 (17-14)
Toppskjúttar: Maria H. Weyhe 13 mál (H71). Maria Pálsdóttir Nólsoy 13 mál (Neistin)

Fleiri myndir frá dystinum millum Stjørnuna og Kyndil

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. februar 2023

59 Leygardagur 18. februar 2023

Átta tímar av hálvfinalu-flogbólti í dag

Í dag verða hálvfinalurnar í steypkakappingini í flogbólti spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík. Byrjað verður klokkan 13, og síðani verða fýra dystir spældir út í eitt

 
SkrivaÐ:

Innsent

Í dag verða hálvfinalurnar í steypkakappingini í flogbólti spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík, har byrjað verður kl. 13, og síðani verður spælt út í eitt til fjórða og síðsta hálvfinalan, sum byrjar kl. 19, er liðug tá klokkan fer at tátta í níggju.

Hetta er sættu ferð á rað, at hálvfinalurnar verða leiktar í Klaksvík, har fitt av fólki plagar at savnast í høllini. Lagt verður fyri við báðum kvinnudystunum.

Kl. 13 Fleyr – Ternan, kvinnur:
Fyri fyrstu ferð nakrantíð skuldu kvinnurnar hjá Ternuni á Toftum royna seg í hálvfinaluni í steypakappingini, men tað var um hár gjørt, at tað eydnaðist at vinna sær hetta sæti. Við tógvið stríð vann Ternan tveir 5-settarar, og tað gjørdi, at Ternan var púra jøvn við Mjølnir í stigum og settmuni, men av tí at Ternan vann dystin ímóti júst Mjølni, eftir at Mjølnir annars hevði havt dystarbólt í triðja setti, var tað Ternan sum goggaði sær hálvfinaluplássið.

Men tað krevst eitt rættiligt ódnartak, skal Ternan gera nakað við verandi steypavinnaran Fleyr, sum stendur hinumegin netið. Fleyr hevur bert tapt ein dyst í alt ár – í bæði lands- og steypakappingini – og tað hevði rættiliga loypt hvøkk á føroyska flogbóltsheimin, skuldi tað eydnast Ternuni at vunnið.

Men av Toftum ljóðar, at tey fara mannsterk til Klaksvíkar at styðja sítt lið, og eisini fara tey at øva herróp saman við trummarunum. Og so síggja tey fyri sær, at tað eina settið, Ternan vann ímóti Fleyr í landskappingini, kann gerast til meira í Klaksvík seinnapartin.

Kl. 15 SÍ – TB, kvinnur:
TB er í síni fyrstu hálvfinalu síðani 2018, og har suðuri droyma tey aftur um 2017, tá TB seinast vann steypakappingina, tí hetta er sterkasta liðið, TB hevur havt í fleiri ár. Men trupulleikin er bara, at tað vantar tað allar síðsta í hjá TB til veruliga at hótta tey bæði fremstu liðini, SÍ og Fleyr.

Hetta sóu vit so seint sum seinasta leygardag, tá TB og SÍ møttust í Trongisvági, og hóast TB vann tað eina settið, so vann SÍ hini trý við stórari yvirvág.

SÍ hevur bert tapt ein dyst alt kappingarárið, og tað var ímóti Fleyr tíðliga í landskappingini, og ilt er at síggja at tey hagtølini fara at broytast leygardagin.

Kl. 17: SÍ – Fleyr, menn
Truplasta hálvfinalan leygardagin at spáa um er helst tann millum SÍ og Fleyr hjá monnum. Fyrsta partin av landskappingini gekst einki serligt í hond hjá SÍ, men síðani serbiski Mileta Vesovic kom aftur á liðið, eftir at leikaraloyvi hansara kom í rættlag, hevur gingið strúkandi hjá teimum, og fyri góðari viku síðani smurdi SÍ Fleyr av í landskappingini.

Tó skal SÍ ikki vænta sær, at tað verður líka lætt hesaferð, tí í dystinum seinast vantaði Mattias Nolsøe Isaksen fyri Fleyr, og haraftrat spældi leikandi venjarin Phil Freere bert við í triðja settinum. Tað sá eisini út sum um, at Fleyr ikki hevði hug at avdúka síni vápn undan hálvfinalunum, tí ímillum settini var lítið av ráðlegging um, hvussu teir skuldi basa SÍ tað kvøldið.

Men hóast Fleyr saman við Mjølni er væl á odda í landskappingini, so hevur Fleyr skinklað eitt sindur í seinastuni, og í bólkaspælinum í steypakappingini tapti liðið tveir dystir - annan ímóti júst SÍ.

Tí er ilt at meta um, hvør sigrar leygardagin, og skulu vit hava ein 5-settara, so er tað helst mest sannlíkt, at tað verður í hesum dystinum. Annars hevur eingin 5-settari verið í hálvfinalunum hjá kvinnum og monnum síðan 2020, tá menninir hjá SÍ vunnu á Fleyr. Í fjør endaðu allir dystirnir 3-0.

Kl. 19: ÍF – Mjølnir, menn
Steypakappingin er einasti kjansur hjá ÍF at bjarga sær kappingarárinun, sum tíðliga fór fyri skeytið, m.a. tí leikaraloyvið hjá nýggja ukrainska leikandi venjaranum Oleksandr Dmytriiev kom seint í rættlag, og so varð tað eisini steinur oman á byrði, tá serbin Vukasin Nedeljkovic meiddi seg so illa, at hann ikki er mentur at spæla restina av kappingarárinum.

Uttan slagkraftina hjá Vukasin er ilt at síggja, hvussu ÍF skal kunna hótta Mjølnir, hóast Mjølnir eisini hevur havt skaðar at dragast við, harímillum Steffan Rosenlund, men tað ljóðar, at hann kanska verður mentur at spæla aftur leygardagin. Men verður Steffan ikki við leygardagin, so hevur Mjølnir framvegis hópin av dugnaligum leikarum, sum eru mentir at spæla Mjølnir í sína fimtu steypafinalu á rað. T.d. hevur Mjølnir tveir leikarar sum eru 205 cm høgir , ein upp á 203 cm og  uppaftur ein upp á 201 cm.

Fyri hálvariaðru viku síðani fingu vit ein forsmakk upp á hálvfinaluna, tá Mjølnir og ÍF møttust í landskappingini, og tá var ÍF ikki ment at hótta stórvegis, hóast fuglfirðingar vunnu eitt sett.

Allir hálvfinaludystirnir verða vístir beinleiðis á Rás1 í Televarpinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2023

60 Leygardagur 18. februar 2023

Fleyr vendi 0-2 til 3-2 sigur

Tað sá ómetaliga gott út hjá KÍF-kvinnunum, tá tær vóru frammanfyri 2-0 í settum og frammanfyri 9-5 í triðja setti, men í einum háli tók Fleyr tær aftur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Fleyr – KÍF 3-2 (22-25, 19-25, 25-15, 25-17, 15-12) 

Tað sá ómetaliga gott út hjá KÍF-kvinnunum, tá tær vóru frammanfyri 2-0 í settum og frammanfyri 9-5 í triðja setti, men í einum háli tók Fleyr tær aftur og legði seg á odda 12-9, og vann settið, og tey næstu tvey, og harvið dystin 3-2.  

Fleyr hevði annars lagt seg á odda 13-9 í fyrsta setti, men KÍF javnaði til 14-14 og fór framum 19-16. Hesa løtuna tapti Fleyr tvey stig fyri uppstillingarfeil, og tað sama hendi aftur seinni í dystinum. Fleyr Megnaði tó at javna til 19-19, og støðan gjørdist eisini 22-22. Elisabeth Olsen smassjaði síðan KÍF framumaftur 23-22, og tá tey næstu smassjini hjá Flery fóru út, vann KÍF settið 25-22.

Í øðrum setti slitnaði millum liðini, tá KÍF fór frá at vera frammanfyri 10-8 til 17-9, og seinasta smassjið í settinum átti Elisabeth Olsen, sum gjørdi tað til 25-19.

Men so var tað, at KÍF misti takið í triðja setti, tá Fleyr fór frá at vera aftanfyri 9-5 til at vera frammanfyri 12-9, áðrenn settið varð vunnið 25-15. Í fjórða setti skrædnaði við 15-12, og Fleyr vann 25-17.

Støðan í javbnbrótaranum gjørdist 9-9, og serliga fyrsta duellin eftir síðuskiftið hevði verið øgilig: Fleyr er undir trýsti, og Sára Vatnhamar tveitir seg í leysari luft oman móti baklinjuni og fær armin á. Libero, Rebakka Fonn,  fær akkurát sligið bóltin aftur um seg og yvir um netið. KÍF leypir á aftur, og Fleyr er um ein háls, og tríggjar ferðir tveitir Iuliia Kuvshinova seg fram eftir rommum og bjargar bóltinum. Eisini libero hjá KÍF, Jakobina Joensen, hevði verið í gólvinum og bjargað einum bólti fyri KÍF, men endin á duellini varð, at Eyð Magnussen hjá Fleyr á miðjuni fekk trýst bóltin yvir um, har móttøkan hjá KÍF kiksaði, og Fleyr minkaði um munin til 7-8.

Iuliia hjá Fleyr var rættiliga avgerandi í javnbrótaranum við nógvum smassjum, og Fleyr legði seg á odda 13-10, og dystarbóltin langaði Eyð Magnussen í gólvið hjá KÍF til 15-12.  

Hetta var fjórði 5-settarin hjá KÍF í landskappingini í ár, og tveir av teimum eru vunnir og tveir taptir. Haraftrat tapti KÍF ein 5-settara ímóti júst Fleyr í steypakappingini, har KÍF, júst sum í dag, hevði verið á odda 2-0 í settum.

Fleyr er framvegis nr. 2 á stigatalvuni og á tryggum finaluplássi – sjey stig frammanfyri TB, sum tó hevur spælt ein dyst minni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2023

61 Leygardagur 18. februar 2023

Badminton: 14 lið kappaðust í Klaksvík farna vikuskiftið

Leygardagin var ítróttahøllirnar í Klaksvík karmur um FM fyri lið

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin 11. februar vóru Badmintonhøllin og KÍ-høllin í Klaksvík karmur um FM fyri lið.

Tilsamans høvdu 14 lið úr HBF og KBF meldað til kappingina. Spælt varð í aldursbólkunum U11, U13, U15 og U17/19.

Byrjað varð tíðliga á morgni, tí tilsamans skuldu hundrað dystir spælast.

Í einum liðdysti verða fimm dystir spældir - einmansleikur harrar, einmansleikur kvinnur, tvímansleikur harrar, tvímansleikur kvinnur og blandaður tvímansleikur. Annað liðið skal vinna tríggjar dystir, fyri at vinna stigið.

Tað er altíð spennandi at spæla FM fyri lið, tí at tað er øðrvísi enn, tá ið leikarin er einsamallur á vøllinum. Nú hava leikararnir liðfelagar, sum stuðla og heppa, og kýta øll seg á vøllinum.

Hetta vikuskiftið, 18. og 19. februar, skulu leikararnir aftur í eldin. Tá er síðsta grand-prix kapping á skránni, og verður hon í Badmintonhøllini í Havn.

Tá skulu grand-prix vinnararnir av teimum fimm kappingunum, sum hava verið í vetur, finnast í øllum aldursbólkum frá U11 til tey vaksnu. Yngru leikararnir spæla leygardagin, og tey vaksnu sunnudagin.

Heiðursmerkini farna vikuskifti fullu soleiðis:

U11
Gull: KBF - Gunnhild, Hansina, Betuel og Aron
Silvur: HBF blátt - Boas, Róaldur, Árni, Ida og Sanna
Bronsa: HBF reytt - Jóel, Benjamin, Bera og Tórgerð

U13
Gull: KBF 1 - Heidi, Jennhild, Jónas og Emil
Silvur: HBF reytt - Óðin, Hákun, Øssur, Tóra, Brynja og Arnfríð
Bronsa: HBF blátt - Baldur, Sólfinnur, Páll, Nina, Sára, Emilia og Rosa

U15
Gull: HBF blátt - Tóki, Heini, Beinir, Sarita og Naomi
Silvur: HBF reytt - Jafet, Símun, Ørvur, Hansina og Inga Guðrin

U17/19
Gull: HBF blátt - Ári, Asbjørn, Sanna og Mia
Silvur: KBF - Bjarnhild, Oddbjørg, Ranja, Bjarti, Leivur og Jákup
Bronsa: HBF grønt - Sjúrður, Kristoffur, Birna og Julianna


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2023

62 Leygardagur 18. februar 2023

Johan Samuelsen til minnis

Týsdagin 7. februar bórust boðini um, at Johan Samuelsen, fyrrverandi nevndarlimur í ÍSB, Parasport Føroyar, var farin um sýn 76 ára gamal

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Parasport Føroyar

Týsdagin 7. februar bórust boðini um, at Johan Samuelsen, fyrrverandi nevndarlimur í ÍSB, Parasport Føroyar, var farin um sýn 76 ára gamal.

Johan Samuelsen kom uppí nevndina í ÍSB í 1983, bert 3 ár eftir at felagsskapurin varð stovnaður, og sat heilt fram til aðalfundin í 2018, tá hann ikki tók við afturvali. Hann var tí við til at menna og mynda felagsskapin í 35 ár, har drívmegin áhaldandi var at geva ítróttarfólki í Føroyum, ið bera brek, umstøður og møguleikar at íðka ítrótt til gaman og álvara.

Við síni bakgrund sum lærari og fullført ítróttarfólk, og síni uppliving við at missa likamliga førleikan í bestu árum, kendi Johan veruliga tørvin á og týdningin av einum ítróttasambandi fyri tey, ið bera brek. Og hann myndaði felagsskapin bæði sum virkin íðkari, serliga innan svimjing, har hann kappaðist í altjóða høpi, m.a. á Paralympisku leikunum í Seoul í 1988, og sum nevndarlimur í eitt drúgt áramál. Tey árini, Johan Samuelsen var í nevndini hjá ÍSB, var hann við til at finna og menna møguleikar hjá fólki, ið bera brek, at venja og kappast í ítrótti her heima og úti í heimi.

Fyri sítt munadygga arbeiði varð hann eisini heiðraður við Gullmerki ÍSF í 1998, og gjørdist heiðurslimur í ÍSB (Parasport Føroyar) í 2018.

Parasport Føroyar takkar Johan Samuelsen fyri varðarnar, hann var við til at laga á leiðini hjá føroyskum ítrótti fyri teimum ið bera brek. Teir koma at vísa vegin eisini í ókomnum døgum.

Parasport Føroyar lýsir frið yvir minnið um Jóhan Samuelsen. Takk fyri alt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. februar 2023

63 Leygardagur 18. februar 2023

Johan Samuelsen til áminningar

Eins nógv vit í Javnaðarflokkinum fegnast, tá nýggjar og ungar kreftir bjóða seg fram í politiska arbeiðinum, eins tungt er tað, tá trúgvir og eldhugaðir stuðlar fella frá

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Javnaðarflokkurin


Nú vóru boðini eftir Johan Samuelsen, fyrrverandi lærara í Havn. Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur, nú ein av okkara trúgvu og heilhjartaðu stuðlum í mong Harrans ár hevur lagt árarnar inn.

Johan Samuelsen var rættur havnarmaður, men so sanniliga eisini ein rættur javnaðarmaður. Hann var føddur 11. febr. 1946, og varð hann borin til seinasta hvíldarstaðið júst henda sama dag 77 ár seinni. Hann var sonur Magnus Samuelsen úr Havn og Sannu f. Simonsen av Viðareiði. Hann vaks upp sum yngstur av sjey systkjum úti í Hornabø. Barnaskúlin var sami skúli, sum seinni gjørdist hansara arbeiðsstað øll árini - Kommunuskúlin í Havn. Johan tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969.

Johan giftist við Johannu f. Clementsen úr Elduvík. Tey fingu trý børn Berg, Biritu og Magnus.

Tá Johan var í allarbestu árum, rakti sjúka hann so meint, at hann misti kropsliga førleikan og var síðan bundin til at sita í koyrtistóli. Tá var Johan bert 32 ára gamal. Men hetta slóð hann ikki út, tí hann valdi heldur at liva við lagnuni og at bjóða henni av. Hetta líktist Johan. Hann bardist fyri, at hann hóast skerdar møguleikar, so vildi hann liva og virka á jøvnum føti við øll onnur og røkja sítt borgarliga starv sum lærari. Við góðum stuðuli serliga heimanífrá, men eisini frá myndugleikunum og skúla kundi Johan inna sítt starv sum lærari til hann í 2005 legði frá sær.

Johan var á ungum árum framúr góður ítróttarmaður serliga innan flogbólt. Tá sjúkan rakti, so legði hann kortini ikki heilt frá sær, tvørturímóti. Hann gjørdist virkin innan ÍSB, sum seinni gjørdist Parasport Føroya. Eisini var Johan virkin innan MBF, sum í dag kallast Megd. Hann vildi, sum bæði rætt og rímiligt er, at eisini tey við avbjóðingum skulu sleppa at íðka og kappast innan ítrótt. Men eisini á samfelagsliga økinum var Johan virkin og sat í mong ár sum limur í Líkningarnevndini og í Skúlaráðnum í Tórshavnar kommunu.

Vit í Javnaðarflokkinum kenna Johan best frá hansara livandi og aktiva leikluti í floksarbeiðinum. Hann møtti til næstan allar fundir, flokkurin skipaði fyri. Men umframt at møta, so var hann altíð aktivur og virkin í orðaskiftinum. Hann hevði sera støðufastar meiningar um, hvussu viðurskiftini í samfelagnum skuldi skipast. Og við teimum lívsroyndum og avbjóðingum annars, sum Johan hevði, so var altíð lurta væl eftir og orðini løgd í geyma. Hóast mangan neyvar og avgjørdar niðurstøður, so taldi hansara loyalitetur mótvegis flokkinum altíð mest. Hann var ikki bert ein stuðul, men hann var ein heilur stuðul.

Men sigast skal eisini, at Johan átti serligu evnini at síggja lívsins viðurskifti í einum ljósum skapi. Hóast lagnan hevði verið honum hørð, so átti hann evnini at vera optimistiskur og positivur.

Næstu ferð flokkurin savnast, so er sessurin hjá Johan tómur. Vit fara at sakna hann sum persón og menniskja, og vit fara at sakna hansara íkast í dagsins kjak. Henda røddin er nú tagnað.

Javnaðarflokkurin sendir Johannu, børnum og familjuni djúpastu samkenslu.
Hvíl í friði - floksfelagin Johan Samuelsen.

Javnaðarflokkurin


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. februar 2023

64 Leygardagur 18. februar 2023

Til minnis um Jørmann Petersen

Tað er ein stórur missur fyri kommmunalu fyrisitingina, at Jørmann er farin

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Heðin Mortensen

Hóast vitandi um drúgva sjúkralegu, so komu boðin dáttliga við, at okkara góði starvsfelagi, Jørmann Petersen, var farin frá okkum í lívsins besta blóma.

Jørmann varð føddur 1972 og vaks upp í Sandavági hjá foreldrunum Onnu Sofíu og John Petersen.

Sum 17 ára gamal flutti hann til Havnar at ganga á handilsskúla. Tøl vóru hansara styrki og høvdu hansara stóra áhuga, so tað lá í kortunum, at tað var tølum, sum hann fór at arbeiða við seinni í lívinum.

Jørmann tók hægri handilsskúla í Havn og fór í læru hjá Grann­skoð­ara­felagnum Rasmussen & Weihe, sum Nota kallaðist tá.

Í 1997 fór hann til Dan­markar til víðari lestur, har hann tók cand.merc.aud.-prógv í 2002. Og seinni gjørdist hann statsautoriseraður revisor.

Hann hevði í fleiri ár saman við øðrum granskoðarafyritøku, áðrenn hann kom í starv hjá Tórshavnar kommunu, arbeiddi á Fiskimálaráðnum og var eitt skifti stjóri í Havnar Timburhandli.

Her hjá okkum í kommununi var hann fíggjarfultrúi fyri teknisku fyrisiting. Hann hevði sostatt eftirlit við rakstri og verkætlanum hjá tekniska stjóra og øllum rakstrarleiðarunum.

Hetta er eitt stórt ábyrgdarøki, sum samanlagt umsitur hundraðtals miljónir. Hetta var eitt álitisstarv, hann røkti til fulnar. Hjá honum var stutt frá tanka til handling.

Jørmann var blíður, róligur og fyrikomandi. Dugdi væl við menniskjum, var arbeiðssamur og hjálpsamur og hevði stórt fólkatekki. Starvsfólk kendu seg væl sum starvsfelagar, hann var ein liðleikari, positivur av lyndi og kendur fyri sín smittandi látur.

Tað er ein stórur missur fyri kommmunalu fyrisitingina, at Jørmann er farin. Tó leita tankar okkara fyrst og fremst til døtrarnar og tey nærmastu, sum hava mist so ómetaliga nógv í seinastuni.

Í djupastu samkenslu við tykkum, sum hava mist, lýsa vit frið yvir minnið um Jørmann Petersen.

Heðin Mortensen
borgarstjóri


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. februar 2023