Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 25. februar 2023 | Nr. 8 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Slættaratindur skal viðlíkahaldast

SíÐa 12

1 Leygardagur 25. februar 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Eitt ár við kríggi í Evropa

Eitt ár er farið síðan Evropa misti sítt meinaloysi. Tað sá annars so gott út fyri bara fáum árum síðani. Jarntjaldið varð niðurrivið, okkurt slag av fólkaræði varð sett í gildi í sundurpettaða Sovjetsamveldinum, og vit fóru at tosa um globaliseringina sum um, at tað nú var óhugsandi at okkara ættarlið fór at uppliva eitt veruligt kríggj í okkara tíð.

Men so byrjaði vakra glasingin at sprunga. Fyrst við eini fíggjarkreppu, síðan við eini flóttafólkakreppu, fóru vit at gloyma vøkri lyftini um alheims solidaritet og brøðraskap.

Vit vóru bara okkum sjálvi næst. Næstin hinu megin markið var ikki eins virðismikil, sum vit sjálvi.

Samanhaldið fór at ridla. Bretar gjørdu bart og vildu ikki vera við í evropeiska felagsskapinum meira og hinumegin jarntjaldið, sum einaferð var, sat ein fyrrverandi KGB-yvirmaður í forsetasessinum og tryggjaði sær líðandi alt meira vald, so at sessurin til endans var hansara aleina.

Og hinu megin Atlantshav valdu amerikanarar ein fólkaræðisligan analfabet til forseta, og antidemokratiska rákið bara breiddi seg.

Antidemokratiski serskølturin varð tíbetur ikki afturvaldur, men hinumegin jarntjaldið mannaði fyrrverandi KGB yvirmaðurin seg til, eftir de facto at hava havt valdið í gott og væl 20 ár, at bjóða øllum tí frælsa heiminum av. Fyrst við at taka Krim hálvoynna, og síðan at krevja, at teir báðar eystastu landslutirnir í Ukraina ikki longur skuldu vera partir av Ukraina, men av Russlandi.

Og fyri einum ári síðan gjørdi herurin eftir boðunum frá ovasta herstjóranum, og gjørdi innrás í Ukraina.

Og skjótt gjørdist greitt, at tað ikki einans var Luhansk og Donetsk, sum herovastin í Kreml var úti eftir. Nei, hann ætlaði sær alt Ukraina. Ukraina, sum kanska er eitt lítið land, samanborið við stóra Russland, men kortini er millum størstu lond í Evropa, bæði í vídd og fólkatali.

Ein ófatilig avgerð, sum higartil hevur kostað túsund og aftur túsund mannalív og fleirfalt tað av særdum. Oyðileggingar fyri milliardir og ein flóttafólkastreym, sum telur milliónir.

Tað eru ongi útlit til nakran enda á ræðuleikunum, sum ganga fyri seg í Ukraina. Bølmennið í Kreml hevur ongar ætlanir um at gevast, hóast tapini á hansara síðu eru stór. Har er nokk av fólki at taka av og senda í deyðan á hermótinum.

Ørskapurin setir dagskránna nú. Stórur tørvur er á humaniterari hjálp, men nú tosa londini rundan um okkum eisini um hernaðarliga hjálp, hóast tað enn ikki er nakar, sum torir at seta beinleiðis inn í krígnum móti russisku bjørnini.

Hvat hetta endar við, er tað eingin, sum veit í dag. Við hetta lag, kann ósemjan varða í nógv ár, og ongin tykist hava hylling av, hvat ein møgulig loysn á ósemjuni kann vera.

Helst eru vit fleiri, sum í okkara stilla sinni vóna, at russiska andstøðan móti Kreml-stýrinum fær so mikið av vindi í seglini, at tað so ella so kann gera enda á núverandi stýrinum.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2054

    Lisnar síður: 10161

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 25. februar 2023

Mentanarvirðisløn Landsins til Hansinu Iversen

- Hon víðkar hugtaki av hvat føroysk list kann vera

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Størsta virðislønin, sum Sirið Stenberg landsstýriskvinna lat mikukvøldið – Mentanarvirðisløn Landsins – fór til myndlistakvinnuna Hansinu Iversen.

Hansina víðkar hugtakið av, hvat føroysk list kann vera, segði Sirið Stenberg millum annað um non-figurativu málningarnar og steinprentini hjá Hansinu Iversen. 

Við Mentanarvirðisløn Landsins fylgja 150.000 krónur.

Grundgevingin hjá landsstýriskvinnuni er soljóðandi:

Listakvinnan Hansina Iversen hevur víðkað hugtakið um, hvat føroysk málningalist er og kann vera. Hennara støðuga menning og endurnýggjan vísir, at hon er ein listamálari í fremstu røð, og hon er eisini nógv umbiðin bæði uttanlands og her heima. Listakvinnan hevur seinastu árini loyst týdningarmiklar uppgávur og hevur sýnt fram bæði í Føroyum og uttanlands, t.d. í París og í Keypmannahavn.

Hansina Iversen arbeiðir við nonfigurativari list og verkum, ið eru droymandi og poetisk við samansettum litflatum. Hennara málningar og steinprent eru hugtakandi á ein serstakan hátt. Tað er ein serlig kvirra og friður yvir verkunum hjá henni, hóast litir og skap mangan standa í andstøðu hvørt til annað. Verkini byggja á sansan, har litirnir eru tað, sum er tað mest eyðkenda. Í verkunum kannar listakvinnan tað abstrakta, ikki náttúru ella umhvørvi, men heldur linjuna og litirnar.

Fyri sínar eyðsýndu listarligu gávur og tey mongu listaverkini, hon hevur evnað til hegnisliga, fær Hansina Iversen Mentanarvirðisløn landsins 2022.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2023

3 Leygardagur 25. februar 2023

Guðrið Poulsen fekk Heiðursgáva landsins

Fyri sítt ótroyttiliga listaarbeiði, har handverk og list gongur upp í eina hægri eind

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Leirlistakvinnan, Guðrið Poulsen, fekk mikudagin handaða Heiðursgávu Landsins frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu.

Hetta hendi á hátíðarhaldi, sum Almanna- og mentamálaráðið skipar fyri í konsertsalinum Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.

Við heiðursgávu landsins fylgja 75.000 krónur. 

Grundgevingin hjá landsstýriskvinnuni er soljóðandi:

Guðrið Poulsen er slóðbrótari innan leirlist í einum landi, har onki brúkiligt leir finst. Støðugt bjóðar listakvinnan sær sjálvari og okkum av í leitanini eftir rúmligum abstraktiónum yvir náttúruna, menniskjað og tilverunnar ævigu spurningar.

Hennara gávaðu hendur leita fram sansaligar og kropsligar upplivingar, ið skapa brúgv millum lítla koppin og manshøgu installatiónina, millum gerandisdagin og listina.

Guðrið Poulsen hevur havt fleiri framsýningar og hevur vunnið fleiri listprýðingarkappingar, bæði í Føroyum og uttanlands. Hon hevur verið virkin á lista- og mentanarpallinum í mong ár, og hennara fjølbroytta virksemi fevnir eisini um skeið og undirvísing, so bæði leik og lærd hava fingið ágóðan av stóru vitanini og kunnleikanum hjá henni.

Fyri ótroyttiliga virksemið, har handverk og list ganga upp í eina hægri eind, fær Guðrið Poulsen Heiðursgávu landsins 2022.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2023

4 Leygardagur 25. februar 2023

Alda fekk virðisløn til ungt listafólk

Alda Mohr Eyðunardóttir fekk 50.000 krónur frá landsstýriskvinnuni fyri sínar serstaku listagávur

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eftir at virðislønin til ungt listafólk ikki hevur verið latin í nøkur ár, varð hon aftur á skránni tá mentanarvirðislønir landsins vórðu latnar mikukvøldið.

Í ár gjørdist tað listakvinnan Alda Mohr Eyðunardóttir, sum fekk virðislønina við einum kekki á 50.000 krónur frá Sirið Stenberg landsstýriskvinnu.

Grundgevingin hjá landsstýriskvinnuni var soljóðandi:

Longu sum tannáringur byrjaði listaleiðin hjá Aldu Mohr Eyðunardóttur, eitt nú við luttøku á Ólavsøkuframsýningini og Várframsýningini. Umframt her í Føroyum hevur unga listakvinnan verið við á fleiri framsýningum í Íslandi og í Danmark. Eitt nú var hon við á temaframsýningini BROT hjá Listasavninum, og hon hevur sýnt fram á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og á Hafnarborg í Íslandi. Eitt av hennara vovnu verkum er nú eisini partur av føstu framsýningini í Listasavninum.

Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av handarbeiði og brúkar tað á ymiskan hátt í sínari list, bæði við at tilevna tekstilverk við hond og at endurgeva tekstil í øðrum miðlum. Tilfarið í listini hevur tilsipingar til føroyska mentan og handverk, millum teirra at veva, til fiskireiðskap og seyðaull. Hon er partur av einum ættarliði, har tilgongdin til handverkið er øðrvísi, og sambært ungu listakvinnuni er hetta eisini ein fyrimunur, tí verkini kunnu kennast meira erlig og beinleiðis. Fyri serstakliga góðu listagávurnar fær Alda Mohr Eyðunardóttir Virðisløn til ungt listafólk 2022

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2023

5

Størv

Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Fíggjarleiðari til TAKS (endurlýsing)

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024

BYGGIFRØÐINGUR TIL KONTRAST

Meira Umsóknarfreist: 28. apríl 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2024

Námsfrøðingar til Barnahúsið Sellin

Meira Umsóknarfreist: 05. mai 2024

Maskinmeistari til teknisku deild á virkinum á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. mai 2024

Leiðari til verkstaðin hjá Berg Motors

Meira Umsóknarfreist:

Heilsuskúli Føroya søkir eftir tímalærarum

Meira Umsóknarfreist: 02. mai 2024

Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktari til seingjadeildina

Meira Umsóknarfreist: 06. mai 2024

Starvsfólk til Sjúkraflutningstænastuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Meira Umsóknarfreist: 03. mai 2024

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærarum at byrja í august 2024

Meira Umsóknarfreist: 07. mai 2024

Hevur tú royndir við C#, .Net og/ella Angular? - Vit leita eftir forritara!

Meira Umsóknarfreist: 30. apríl 2024
6
Leygardagur 25. februar 2023

Bakkafrost setti met – 1,7 milliardir í avlopi

Høgir laksaprísir og góð lívfrøðilig gongd í alingini í Føroyum førdu til gott úrslit hjá Bakkafrost í 2022

Regin Jacobsen, avbyndaður tá Bakkafossur kom á Glyvrar fyrst í januar (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Samlaða sølan og rakstrarúrslitið í 2022 vóru metstór hjá Bakkafrost. 7.130 milliónir krónur gjørdist samlaða sølan og  rakstrarúrslitið fyri árið var 1.705 milliónir krónur. Íalt fella 740 milliónir krónur til landskassan.

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fjórða ársfjórðing 2022 var 376 milliónir krónur, og eftir skatt og virðisreguleringar var úrslitið eitt hall uppá 154 milliónir krónur. 

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitið í Føroyum í hesum ársfjórðinginum. Marknaðurin var merktur av lægri tøku og harvið lágum útboði. Harafturat hevur lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum verið góð. Lúsatølini hava verið metlág og fellið søguliga lágt. Smoltframleiðslan tekur seg eisini fram, nú útbyggingin av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Glyvradali líður væl.

Nýggir møguleikar við Bakkafossi

Og Regin Jacobsen heldur fram:

- Um ársskiftið kom nýggi brunnbáturin hjá okkum, Bakkafossur, til Føroya. Bakkafossur er ikki bara millum størstu brunnbátar, men eisini ein tann mest framkomni. Hetta gevur okkum heilt nýggjar førleikar til millum annað viðgerð ímóti táknusjúkum og laksalús. Harafturat er Bakkafossur ein týðandi liður í at gera okkum klár til aling á opnum havi, sum vit søktu um loyvi til í 2020.

- Lívfrøðin í Skotlandi er sera avbjóðandi, men vit meta okkum nú munandi betur brynjað, til  at handfara tær avbjóðingar sum eru. Vit hava vónir um, at góðu amboðini fara at gera mun og minka um váðarnar framyvir.

Vitanardeiling gevur góð úrslit í Skotlandi

- Í seinnu helvt av fjórða ársfjórðingi minkaði fellið í Skotlandi munandi, og fiskurin bleiv sum heild nógv betur fyri. Jaliga lívfrøðiliga gongdin gjørdi, at vit valdu at lata fiskin vaksa seg stóran yvir um ársskiftið, heldur enn at taka hann við lægri miðalvekt. Tískil hækkaði miðal tøkuvektin  serliga í januar, tá vit tóku  størri fisk í Skotlandi enn nakrantíð áður.

- Gongdin við at sameina virksemið í Skotlandi og Føroyum heldur á, og vit leggja stóran dent á vitanardeiling. Serligan dent leggja vit á vitanardeiling um aling av stórum smolti, har Føroyar eru nógv ár frammanfyri. Nú fegnast vit um, at stóra fjórða útbyggingarstigið á Applecross smoltstøðini í Skotlandi er byrjað at framleiða stór smolt. Hesi fyrstu stóru smoltini verða eftir ætlan sett á sjógv í juni.

Ótrygg framtíð

- Heimsbúskapurin hevur ikki í nýggjari tíð verið so ótryggur, sum vit síggja hann í løtuni. Hvussu stóru prís- og rentuhækkingarnar fara at ávirka eftirspurningin eftir okkara vørum, er trupult at meta um. Kostnaðarstøðið hjá vinnuni er hækkað munandi – og heldur  fram at hækka. Tískil er sera umráðandi hjá okkum at vera ansin, og minka um útreiðslurnar, so vit kunnu tryggja framhaldandi kappingarføri. Tað er ikki bert alheims laksavinnuna vit kappast við, men í líka stóran mun aðrar vinnur, so sum høsnarunga-, svína- og neytakjøtsvinnuna. Tískil er avgerandi, at halda eitt vakið eyga við gongdini og kappingartrýstinum frá hesum vinnum eisini.

- Taka vit samanum árið 2022, so gevur virksemið hjá Bakkafrost umleið 740 milliónir krónur til landskassan í beinleiðis inntøku í partafelagsskatti, tøkugjaldi og vinningsbýtisskatti. Sambært 6,2 milliarda stóru íløguætlan okkara, verður tøkan hjá okkum 50 prosent hægri í 2026, enn hon er í dag, sigur Regin Jacobsen. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2023

7 Leygardagur 25. februar 2023

BankNordik 164 milliónir í avlopi

2022 hilnaðist væl hjá BankNordik. Umleið 6.000 føroyingar eiga samanlagt 60 prosent av partapeninginum. Partaeigararnir fáa samanlagt 250 milliónir krónur

Árni Ellefsen (Mynd: BankNordik)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Virksemið hjá BankNordik-samtakinum stóð seg væl í 2022. Avlopið gjørdist 164 milliónir krónur.

Ársroknskapurin hjá BankNordik ber boð um, at føroysk húsarhald og fyritøkur sum heild eru væl fyri og megna at standa ímóti teimum avbjóðingum, sum vaksandi inflatión og rentuhækkingar hava við sær.

- Árið royndist væl hjá samtakinum, og hóast fíggjarliga óvissan er størri nú enn fyri einum ári síðani, hava vit higartil ikki merkt stórvegis tap í hesum sambandi. Vit gleðast um, at kundarnir yvirhøvur hava tað gott, men vita eisini, at nógv kann broytast, um arbeiðsloysið fer at hækka. Tí hava vit sett pening av til møgulig tap, ið kunnu fara at vísa seg í framtíðini, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Rentuhækkingar geva møguleika at spara saman við rentu
Nógvu rentuhækkingarnar seinast árið hava gjørt tað dýrari hjá kundum at læna pening, men samstundis ber tað nú aftur til at spara saman við positivari rentu í bankanum.

Hetta sæst á innlánunum, ið eru hækkað við góðum 700 milliónum krónum frá 2021 til 2022. Møguleikin at lata peningin vaksa á hárentukontum hevur fingið góða undirtøku millum kundarnar, og til 28. februar ber til at stovna 2-ára og 3-ára hárentukontur, ið geva ávikavist 2,25 og 2,50 prosent í fastari árligari rentu.

Vaksandi áhugi fyri burðardyggum loysnum
Ein kanning hjá BankNordik í 2022 vísti, at føroyingar sum heild vita lítið um møguleikarnar fyri at fáa lagalig lán til burðardyggar loysnir. Bankin hevur tí lagt seg eftir at kunna sínar kundar um tey ymisku lánini, ið hava serliga lága rentu, m.a. lán til umlegging frá oljufýring til varandi orkuskipan og lán til elbil.

Harumframt bjóðar bankin grønt bústaðarlán, ið gevur øllum - ið hita bústaðin við varandi orku - møguleika at fáa eina lægri bústaðarlánsrentu. Nógv bendir á, at kunningin hevur gjørt mun, og at kundar í bankanum eru fegnir um lagaligu lánsmøguleikarnar, tí frá 2021 til 2022 hækkaðu útlán til elbil við 115 prosentum, orkulán við 44 prosentum og grønt bústaðarlán við 98 prosentum.

6.000 føroyingar fáa ágóðan av góða úrslitinum
Umleið 6.000 føroyingar eiga samanlagt 60 prosent av partapeninginum í BankNordik - harav eigur landið 35 prosent - og hesir fáa ágóðan av góðu gongdini hjá samtakinum.

Á aðalfundinum 31. mars verður skotið upp at gjalda partaeigarunum samanlagt 250 milliónir krónur, t.e. 26,04 krónur fyri hvørt partabrævið. Av hesum stava 115 milliónir krónur, t.e. 70 prosent, frá ársúrslitinum, meðan 135 milliónir krónur verða goldnar út fyri at røkka málinum um 20 prosent í kjarnukapitali.

Eftir útgjaldið er BankNordik framvegis ein sera væl bjálvaður peningastovnur, ið lýkur øll ásett krøv til kapital, solvens og bjálving, og sum harumframt hevur neyðuga kapitalin til at fíggja ætlaða framtíðarvøksturin hjá samtakinum.

Roknskapurin í stuttum
• Úrslitið eftir skatt gjørdist 164 mió. kr. samanborið við 272 mió. kr. í 2021, tá ið 83 mió. kr. stavaðu frá søluni av danska virkseminum

• Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 202 mió. kr. samanborið við 171 mió. kr. í 2021

• Niðurskrivingar á útlánum vórðu afturførdar fyri 47 mió. kr. samanborið við 77 mió. kr. í afturførdum niðurskrivingum í 2021

• Útlánini hækkaðu úr 7,6 mia. kr. í 2021 til 8,1 mia. kr.

• Realkredittlánini vóru 2,7 mia. kr., ið er á sama støði sum í 2021

• Innlánini hækkaðu úr 7,9 mia. kr. í 2021 til 8,4 mia. kr.

• Kjarnukapitalurin lækkaði úr 23,8% í 2021 til 21,6%

• Solvensurin, íroknað NEP-kapital, hækkaði úr 29,6% í 2021 til 29,9%

• Leiðslan væntar, at nettoúrslitið fyri 2023 verður millum 190 og 220 mió. kr.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2023

8 Leygardagur 25. februar 2023

Minkandi ársúrslit hjá Borg

Ársúrslitið hjá Pf. Borg minkaði í 2022 góð 15 prosent í mun til árið fyri. Úrslitið er kortini gott, og avlopið ljóðar upp á 10,7 milliónir

 
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Ársúrslitið hjá Borg í 2022 minkaði góð 15 prosent til 10,7 milliónir krónur. Hóast hetta so er leiðslan nøgd við ársúrslitið stendur at lesa í ársfrágreiðingini, sum er dagfest 1. februar í ár.

Gongdin hjá føroysku timburhandlunum er vanliga eitt gott barometur hvønn veg virksemið í samfelagnum fer. Hetta er ein av góðu keldunum at síggja, hvussu keypihugurin hevur verið hjá bæði privata húsarhaldinum og vinnuni at keypa vørur úr timburhandlum og byggibúðum.

Pf. Borg er Føroya næststørsti timburhandil og byggibúð og hevur sítt virksemið í Runavík, Klaksvík og í Havn.

Úrslitini síðstu árini hjá Pf. Borg hava verið vaksandi og góð.

Árið 2022 er tó øðrvísi í so máta, av tí at tað sær út sum, at bruttovinningur og ársúrlit toppaðu í 2021 og at nú er talan um eina niðurgongd, sjálvt um tað ikki er talan um nakra stóra niðurgongd. 

Rakstrarroknskapur

[object Object]

Bruttovinningurin í 2022 vísir eina lítla minking á 1,3 prosent til 53,1 milliónir krónur.  

Starvsfólkakostnaðurin er vaksin 1,1 milliónir til 17,9 milliónir krónur ella við 3,3 prosentum.

Hetta merkir, at úrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt ebitda, er fallið úr 19,7 milliónum í 2021 til 17,9 milliónir krónur í 2022, sum er ein minking á 9,2 prosent. Ebitda er vanliga fyrsta ábendingin um, hvussu rakstrarlønsemi hjá eini fyritøku flytir seg. Her mugu vit staðfesta, at rakstrarlønsemið, sum annars er gott, er minkandi orsakað av bæði lækkandi bruttovinningi og øktum starvsfólkakostnaði.

Ársúrslitið hjá Borg er minkað úr 12,6 milliónum krónum í 2021 til 10,7 milliónir krónur í 2022. Eitt gott úrslit, men tó ein minking á 1,9 milliónir krónur ella 15 prosent. 

Fíggjarjavni

Samlaði fíggjarjavnin hjá Borg var í 2022 í alt 126,7 milliónir krónur, sum er 9 milliónir minni enn í 2021. 

Á ognarsíðuni eru størstu broytingarnar í 2022, at áogn frá sølu av vørum og tænastum er minkað samanlagt 6,8 milliónir krónur. Harnæst er støðisognin minkað 1,1 milliónum til 42,9, umframt at vørugoymslurnar eru minkaðar 1,2 milliónum til 33,9 milliónir krónur í 2022.

Borg hevur langfreistaða skuld á 18,6 milliónir krónur, sum í 2022 er niðurgoldið við 2,2 milliónum.

Tann stuttfreistaða skuldin er somuleiðis minkað úr 54,7 til 40,4 milliónir krónur í 2022.

Eginognin hjá Borg er við ársenda 2022 í alt 65,3 milliónir krónur.

Lyklatølini

Trygdarevnið hjá Borg í 2022 er 52 prosent, sum má metast at vera rættiliga gott.

Gjaldførið er somuleiðis gott, tá hugt verður eftir lyklatalinum “gjaldførislutfall”, sum var 208 prosent í 2022, sammett við 163 prosent í 2021.

Ognaravkastið var 10 prosent og eginpeningsavkastið 17 prosent.

Okkara niðustøða er, at Borg hevði eitt gott ársúrslit í 2022, hóast talan er um eitt lítið fall í úrslitinum. 

Felagið er harnæst væl bjálvað fíggjarliga til framtíðar avbjóðgar næstu árini.

Eigarin av Pf. Borg er felagið Spf. Viljin, har Rodmundur Nielsen er høvuðspartaeigarin.

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2022 samtykt at útluta 2,3 milliónir krónur sum vanligt vinningsbýti umframt at 2 milliónir vóru útlutaðar í roknskaparárinum 2022. Samanlagt er vinningsbýtið tískil 4,3 milliónir krónur

Pf. Borg hevði í 2022, sambært roknskapi felagsins, samanlagt 76 starvsfólk.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2023

9
Leygardagur 25. februar 2023

Gutti Winther: Einki er sum bankatoskurin

Hetta er besta góðskan, besti smakkurin og besti liturin toskurin kann fáa, og tað skulu vit gagnnýta

Gutti Winther (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Kokkurin Gutti Winther var greiður á Fiskivinnutinginum í Klaksvík týskvøldið. Vit skulu fáa eitt so stórt virðisgrundarlag undir hesari fantastisku vøruni, sigur kendi føroyski kokkurin, sum millum annað hevur gjørt væl umtøktu sendingarnar “Spískamarið”.

- Tað er bæði genetiskt og umstøðurnar hjá fiskinum at liva í, sum gera bankatoskin so fantastiskan, sum hann er. Her er talan avgjørt um besta toskin á marknaðinum, og tað skulu vit gagnnýta, tí tað er eitt so ómetaliga stórt virðisgrundarlag undir hesari veiðuni. Men vit mugu sjálvandi ansa eftir, at vit ikki oyða stovnin, sigur Gutti Winther. 

[object Object](Savnsmynd)

Kokkurin leggur aftrat, at hann vónar at vinna og land hava somu vónir sum hann, soleiðis at vit sum samfelag kunnu fáa sum mest burturúr hesum tilfeinginum, sum hevur sett Føroyar á heimskortið, og her verður sipað til saltfiskin, sum eyðkeyndi Føroyar fyri fleiri árum síðan. 

- Saltfiskurin, sum vit vórðu kend fyri fyrr í tíðini, hann er ikki til longur, og tað er so ómetaliga synd, tí her er talan um eina fantastiska rávøru, og vit skulu duga betri at virðisøkja hetta. Ynskið hevði verið at man droppaði pitsuna, og fingu fyrsta floks saltfisk heldur, legði Gutti Winther skemtiliga aftrat.

[object Object](Savnsmynd)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2023

10
Leygardagur 25. februar 2023

Dennis Holm: Vinnan á Føroyabanka skal ikki stýrast úr Tinganesi

Landsstýrismaðurin sigur, at ynski er ikki at landsstýrið fer at siga hvat ávíst skip skal fiska á Føroyabanka, men tað má bólkurin sjálvur avgera

Dennis Holm, landsstýrismaður (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

- Vit ynskja ikki at fara inn og siga at hetta og hatta skipið sleppa at fiska á Føroyabanka, men heldur at vinnan, sum er í bólkinum, sum fær tillutað at veiða hendan fiskin tekur avgerð um, hvat skip skal fiska har. 

Tað segði landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Dennis Holm, á fisikivinnutinginum á Torradøgunum í Klaksvík í vikuni.

Hann ger tí greitt, at landsstýrið ikki fer at leggja seg uppí hvør sleppur at fiska bankatoskin.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Vit ynskja ikki at detailstýra hvussu hetta verður gjørt, tað vil siga, at vit ynskja ikki, at siga, at soleiðis skal tað fiskast, soleiðis skal tað framleiðast, og soleiðis skal tað seljast - tað má vinnan sjálv finna útav. Men vit kunnu vera við til at skapa karmarnar soleiðis, at hesi trý liðini verða so góð sum gjørligt. 

- Eg haldi at tað er umráðandi at taka við, at vit hava brúkt umleið 15 ár at koma her til, sum vit eru nú, og tað er serliga lívfrøðini at takka tí vit hava hendan góða toskin, sum hevur hesa góðu góðskuna, sum Føroyabanka-toskurin hevur, segði Dennis Holm á fiskivinnutinginum.

Landsstýrismaðurin legði aftrat, at bæði landsstýrið og vinnan ynskir at økja um virðisgrundarlagið av hesum toskinum, av tí at tað sjálvandi gevur munandi betri inntøkumøguleikar.

Myndir frá Fiskivinnutinginum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2023

11
Leygardagur 25. februar 2023

Skal Føroyabanki ”detail” stýrast?

-

 
SkrivaÐ:

Johan Mortensen

Eftir stórum politiskum trýsti,og har man tók Havstovuna á bóli, varð so Føroyabanki ífjør aftur latin upp fyri veiðu.

Veidd hagartil eru sløk 60 tons av toski. Eisini eru veidd 1.500 tons av hýsu, sum øll fór heil, óviðgjørd til Bretlands. Syrgiligt at hýsan av Bankanum, kanska heimsins besta hýsa, so at siga ikki verður virkað her á landi longur.

Tað er hugaligt at tað kom fram á Fiskivinnutinginum at fiskimálaraðharrin nú ætlar at fylgja tilmælinum frá Havstovuni um fiskidagar og veiðikapacitet.

Men enn restar ymiskt í sum td., :

  • Allur fiskur av Bankanum skal koma feskur til lands. Livur, rogn og høvd verða tikin.
  • Ynskiligt at ongin fiskur av Bankanum skal fara óviðgjørdur av landinum.
  • Brandið FØROYA BANKI skal fáast at virka til lýtar aftur.
  • Ein nevnd frá matstovuvinnuni, Visit Faroes og saltfiskavirkjunum skal sparra við Fiskimálaráðið við kreativum, vinnuligum hugskotum um Bankan.
  • Ein vrakarastovnur fyri Bankan skal setast a stovn.
  • Øll lið á sjógvi og landi sum arbeiða við Føroyabanka skulu á eitt gastronomiskt grundskeið fyri at fáa ein førleika at arbeiða við og virðismeta okkara fiska tilfeingi í einum gastronomiskum konteksti

Nú fer Jákup Sverri á Bankan í mars og úrslitið av hesum túri verður við til at avgera um friðingin skal halda fram og/ella ein avmarkað veiða verður lóvd, Tjóðini at frama.

Nú vit tosa so nógv um Bankatoskin mugu vit ikki gloyma, at toskurin á landgrunninum eisini er millum heimsins bestu, og er sera eftirspurdur og í høgum meti hjá italienskum og sponskum saltfiskakeyparum og hava virkir sum PRG i Gøtu, sum skjótt fyllir 100 ár, og Vaðhorn sera gott orð á sær á hesum marknaðum.

Johan Mortensen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. februar 2023

12 Leygardagur 25. februar 2023

Slættaratindur skal viðlíkahaldast

‘Closed for Maintenance’ verður 21. og 22. apríl í ár

Gøtan niðan á Slættaratind (Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í vikuskiftinum 21. til 22. apríl vera sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.

Átakið var fyrstu ferð hildið í 2019, hetta er sostatt fimtu ferð verkætlanir verða kring landið.

10 verkætlanir eru fyrireikaðar í ár. Millum annað er ætlanin at bøta um farleiðina niðan á Slættaratind umfrakt aðrar gøtur og serstøk støð so at siga kring allar Føroyar

Áhugin hjá føroyingum at vera við hevur verið stórur, og aftur í ár bjóðar Visit Faroe Islands 40 sjálvbodnum føroyingum at verða partur av átakinum

[object Object]
Bønhústoft í Leirvík. Umstøðurnar at uppliva hetta serliga stað skulu betrast (Mynd: Visit FaroeIslands)

Arbeiði fer í høvuðsheitum at snúgva seg um at gera gøtur, laða varðar, at seta vegvísarar upp v.m., so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiðinum ið varð framt í fjørð.

Tær 10 verkætlanirnar sum vera við í ár, verða nærri lýstar her.

  1. Árnafjørður. Ætlanin er at merkja gøtuna niðan á tamla tingstaðin Katlarnir við vegleiðandi steyrum, pílaskeltum og varðum umframt at seta kunningarskelti upp við Katlarnar.
  2. Skarð. Í fjør vóru m.a. hondlistar gjørdir við gomlu lendingina á Skarði í Kunoy. Í ár er ætlanin at halda áfram við at viðlíkahalda gomlu farleiðina, soleiðis at túrurin verður lættari og tryggari hjá ferðafólki.
  3. Leirvík. Her er ætlanin at møta um atkomuna til Bønhústoftina. Stikið skal setast av nýggjum, gøta skal gera niðan til bønhústoftina og skelti við nærri kunning skal setast upp.
  4. Fuglafjørður. Elligamla bygdagøtan til Hellurnar skal uppmerkjast frá fótbóltsvøllinum í Fuglafirði og niðan á Skarð. Eisini skal farleiðin niðan á Altarið uppmerkjast.
  5. Slættaratindur. Leiðin upp á sjálvan tindin skal frámerkjast við greiðum steyrum og trapputrinum, so at gongufólk ikki villist um mjørki fellur á. Ætlanin er eisini at drena og leggja gøtuna við byrjanina um, soleiðis at lættari verður at ganga tvørturum vátlendið. Ábøtur skulu eisini gerast eftir leiðini og partar skulu stongjast soleðis at lendið far frið til at koma fyri seg.
  6. Kaldbak. Hampast skal á verandi varðar og annars seta niður steyrar á drúgvu varðagøtuni millum Kaldbak og Signabø, ið skal gerast tryggari. Drenast skal har tað er neyðugt, og stigar setast upp, so lættari er at komu upp um hegn.
  7. Gásadalur. Gamla bygdagøtan til Gásadals verður brúkt nú meira enn nakrantíð. Men gøtan er illa farin Gásadalsmegin. Hon skal tí umvælast so hon verður tryggari at ganga.
  8. Nólsoy. Hildið verður áfram at bøta og hampa um gøtuna út á Borðuna. Skelti, steyrar og træbrýr skulu leiða tey ferðandi upp um hamrar og tvørtur um mýrulendi.
  9. Skarvanes. Leiðin út til Guðrunarløk skal gerast lættari at finna. Eisini skulu trappustigar og portur setast upp, har tørvur er á tí.
  10. Froðba. Ætlanin er at hampa um trapputrinini og gera eina góða gøtu oman á mølina og betra um umstøðurnar hjá ÍVF Neysting, ið hevur eitt serstakt ferðavinnutilboð í Suðuroynni, ið er einasta av sínum slag í Føroyum.

[object Object](Mynd: Visit FaroeIslands)

Ongi krøv eru sett um serligar førleikar. Einasta treyt er, at tey sjálvbodnu tíma at arbeiða hart í tveir dagar. Tey sjálvbodnu sum eru við í verkætlanini fáa bjóðað gisting og mat afturfyri tveir arbeiðsdagar ið enda við eini veitslu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2023

13
Leygardagur 25. februar 2023

Nýggi Jupiter: Hava fingið eitt munandi betri skip

Mikudagin varð nýtt skip skrásett í Kollafirði. Skipið er keypt fyri umleið 85 milliónir krónur, upplýsir reiðarin

Nýggi Jupiter kom í føroyska flotan í gjár (Mynd: Ivan Reid)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Felagið Pf. Jupiter í Kollafirði fekk í vikuni nýtt skip.

Tað er hetlendska skipið Altaire, sum er komið í føroyska flotan fyri Jupiter, sum felagið hevur átt í knapt trý ár.

- Vit hava fingið eitt yngri skip, sum einans hevur siglt í 29.000 tímar hóast skipið er bygt 2004. Gamli Jupiter er bygdur í 1994, so tað kemur at merkjast hjá manningini, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen, reiðari, sum er væl nøgdur við handilin.

Skipið liggur í Skagen nú, og nú skal ymiskt gerast við skipið.

- Vit yvirtóku skipið mikudagin, og nú skal skipið dagførast eitt sindur í sambandi við, at tað er komið undir føroyskt flagg. Vit skulu eitt nú hava returrør sett í, sum gera umstøðurnar betri til svartkjaftafiskiskapin, og so skulu vit hava tað, sum man kallar fyri automatiskar lemmar, og í hesum sambandi skal kjølurin útgerast soleiðis, at tað riggar til fiskiskapin, sigur reiðarin.

Vit spurdu reiðaran hvat størsti munurin er á hesum Jupiter og gamla skipinum, og her sigur hann, at nýggja skipið er breiðari, og hetta gevur møguleikar, sum reiðaríið ikki hevur havt. 

- Vit fáa fleiri fiskidagar, og tað meinast við, at vit fara at kunna fiska í verri veðrið og sigla inn at landa í verri veðrið, og hetta er beinanvegin ein fyrimunur, sigur reiðarin, sum leggur aftrat, at nýggi Jupiter kostaði umleið 85 milliónir krónur at keypa, sigur Jógvan Martin Ferjá Joensen.

[object Object](Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gamli Jupiter seldur, men verður verandi í flotanum
Nú Pf. Jupiter hevur keypt nýggjari og størri skip, so mátti gamla skipið seljast.

- Ja, vit hava selt gamla Jupiter til Framherja í Fuglafirði, sigur Jógvan Martin Ferjá, sum ikki ynskir at viðmerkja meira um handilin millum teir og Framherja, av tí at hann heldur, at tað ikki er teirra borð at úttala seg um.

Anfinn Olsen, reiðari í Framherja, hevur tó nevnt, at núverandi Høgaberg er seldur av landinum í sambandi við at Framherji letur nýtt skip byggja í Skagen, og tí fer felagið at mangla eitt skip inntil nýggi Høgaberg kemur í flotan. 

Vænta at smærru aktørarnir sleppa at fiska meira
Nýggi Jupiter lastar eitt vet meira enn undanfarni Jupiter. Jógvan Martin Ferjá Joensen heldur, at hetta kann vera ein fyrimunur.

Hann sigur, at røddir hava verið frammi um, at svartkjaftakvotan helst verður økt, og at tað verða teir smærru aktørararnir, sum sleppa at fiska meginpartin av hesum partinum. 

- So um tað verður, sum spátt verður, so er tað avgjørt ein fyrimunur, heldur hann.

Jógvan Martin Ferjá Joensen upplýsir, at nýggi Jupiter kemur til Føroyar í mars mánaða, og fer helst til fiskiskap fyrst í apríl.

Skipið fer ikki at skifta lit, tí tað passar seg soleiðis at gamli Jupiter er upprunaliga bygdur sum Altaire, og hevur havt sama lit síðan skipið bleiv bygt. Altaire, sum nú er nýggi Jupiter hevur sama lit, og tí er ikki neyðugt at mála skipið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2023

14 Leygardagur 25. februar 2023

FarCargo keypir nýggjari flogfar

Farmafelagið hjá Bakkafrosti skrivaði í fjør undir keypssáttmála um farmaflogfar, men enn er einki komið. Nú er ætlanin at keypa eitt annað flogfar

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ætlanin við fyrra flogfarinum, sum farmafelagið hjá Bakkafrosti, FarCargo, ætlaði at keypa í fjør, er slept. 

Arbeitt verður nú við einum flogdari av sama slagi sum tað fyrra, men eitt einum nýggjari, veit Kringvarpið á heimasíðuni.

FarCargo skal flúgva alilaks úr Føroyum tl USA og síðani bjóða flogfarmatænastur á heimferðini til Føroya umvegis Danmark.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2023

15
Leygardagur 25. februar 2023

JT electric byggir fóðurflaka til íslendskt alifelag

Talan er um ein nýggjan serbygdan flaka, ið er á tremur við framkomnari føroyskari tøkni og eini serligari battarískipan fyri at minka um umhvørvisárin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Íslendska alifelagið Háafell hevur skrivað undir sáttmála við føroysku fyritøkuna JT electric um at byggja ein fóðurflaka til aliøki í Norðuríslandi. Talan er um ein nýggjan serbygdan flaka, ið er á tremur við framkomnari føroyskari tøkni og eini serligari battarí skipan fyri at minka um umhvørvisárin.

– JT electric hevur nógvar royndir í at byggja fóðurflakar, serliga til útsett aliøkir við harðrendum sjógvi og veðurlagi, sigur Gauti Geirsson, stjóri á Háafell. Við hesi verkætlan hevur JT tikið hetta eitt stig víðari við at taka hædd fyri ísi og klaka við einum sterkum og tryggum fóðurflaka.

Flakin verður útgjørdur við stórari battarískipan – eini hybridloysn við generatorum, ið bert koyra í 2-4 tímar um samdøgrið fyri at løða battaríini. Hetta effektiviserar munandi um orkuframleiðsluna, samstundis sum tað minkar um bæði oljunýtslu, CO2 útlát og ljóðdálking.

– Hetta er eitt týðandi stig í okkara strategi at byggja fóðurflakar til altjóða marknaðin, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric. Talan var um útboðið arbeiði, har vit vunnu kappingina ímóti stórum feløgum uttanlands – eitt týðuligt tekin um, at føroyskar loysnir eru kappingarførar á altjóða marknaðinum.

Verkætlanin byrjaði á tekniborðinum fyri seks mánaðum síðan, og um ársskiftið bleiv sáttmálin undirskrivaður.

Framkomna tøknin frá JT electric ger, at allar skipanir umborð eru sjálvvirkandi og kunnu fjarstýrast frá landi. Flakin tekur 480 tons av fóðri, og er gjørdur til eina signifikanta alduhædd á Hs 5,5m. Skrokkurin er dupultur, ið bæði styrkir ímóti ísi og avmarkar kondens á innaru veggunum.

Nýggi fóðurflakin skal vera liðugur síðst í august 2023.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2023

16 Leygardagur 25. februar 2023

Reiley fekk stóra móttøku í SMS

Eitt fult torg í SMS av spentum børnum og vaksnum tók ímóti Reiley mánadagin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein rúgva av fólki var á Torginum í SMS seinnapartin mánadagin tá føroyski vinnarin av danska Melodi Grand Prixnum, Reiley, kom at heilsa upp á føroyingar.

Fleiri fittar grýlur vóru eisini komnar at ynskja 25 ára gamla havnarmanninum Rana Petersen tillukku.

Hann skal í mai umboða Danmark í altjóða Eurovision sangkappingini, sum í ár verður í Liverpool.

Reiley framførdi lagið “Breaking my Heart” fyri spentu áhoyrarunum og síðani varð møguligt at fáa “autograf” og mynd saman við poppstjørnuni.

Myndir: Sverri Egholm

Sí fleiri myndirn her

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2023

17 Leygardagur 25. februar 2023

Halda gamlan sið: Tunnusláttur í Sumba

Myndir frá árliga tunnusláttrinum í Sumba

(Mynd: Bjartur Vest)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farna leygardag klæddu sumbingar - yngri sum eldri, kvinnur sum menn - set í hvíta skjúrtu, kasjett og akslaband í sambandi við at tunnusláttur er á skránni.

Sumba er tann bygdin, sum hevur hildið siðin har tunnusláttur á føstulávint verður hildin í størsta álvara við væl styrktari tunnu, egnum keppi og einari tunnu til mannfólkini og einari til konufólkini.

Eftir tunnuslátturin er føroyskur dansur á skránni. Tað einasta, ið er broytt er, at nú verður sligið tunnu leygardag ístaðin fyri føstulávintsmánadag, sum fyrr.

Myndirnar tók Bjartur Vest

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2023

18 Leygardagur 25. februar 2023

Slakar fimm milliónir settar av til byggja kirkjur

Líkindi eru fyri, at landsstýriskvinnan í 2023 kann geva tveimum sóknum loyvi til fara undir verkætlanirnar. Hetta er fyrstu ferð, at slík raðfesting er gjørd á fíggjarlógini, skrivar Almanna- og Mentamálaráðið

Sáttmáli er gjørdur við arkitektavirkið SNA um projektering av nýggju kirkjuni á Glyvrum. Kirkjuráðið fer at rinda sítt, men landið skal eisini hjálpa (Mynd: folkakirkjan.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 er ein raðfesting, sum sambært Almanna- og Mentamálaráðnum er søgulig.

Aðalráðið hevur fingið eina upphædd í uppskotið, sum er áljóðandi 4,62 milliónir krónur, og er hetta ætlað til kirkjubygging. Tað er ætlað til tvær kirkjusóknir, sum í mong ár hava arbeitt við at byggja nýggjar kirkjur.

- Kirkjusóknirnar eru nú komnar so væl á leið við fyrireikingunum, at líkindi eru fyri, at landsstýriskvinnan í 2023 kann geva teimum loyvi til fara undir verkætlanirnar. Stuðulin í 2023 er ætlaður til fyrireikingar og projektering, og er skotin upp at vera 4,62 milliónir tilsamans.

Eitt stað, ið skal hava nýggja kirkja, er á Glyvrum.

- Vanliga verður kirkjubygging fíggjað við einum triðingi frá kirkjuráðnum, einum frá stiftsstjórnini og einum frá tí almenna. Vit hava gjørt okkara og stiftsstjórnin sítt, og tí vænta vit eisini, at parturin hjá tí almenna fer at koma upp á pláss. Ætlanin hjá okkum er, at vit skulu fáa eina nýggja kirkju upp at standa fyri umleið 90 milliónir krónur, tá ið alt er klárt og liðugt.

Hetta sigur Hans Jacob Lamhauge, sum hevur verið kirkjuráðsformaður á Glyvrum síðani 2002.

Les eisini: Nýggj kirkja ávegis á Glyvrum

Sóknirnar standa fyri part av fíggingini sjálvar, men tað er neyðugt at landið hjálpir til, og nú er stuðul til nýggjar kirkjur fyri fyrstu ferð sett í eitt fíggjarlógaruppskot:

- Hetta er veruliga eitt stig rætta vegin, at tað fyri fyrstu ferð síðani málsøkið fólkakirkjan í 2007 kom á føroyskar hendur, nú er raðfest á fíggjarlógini at seta av pening til at stuðla at nýggjar kirkjur verða bygdar, sigur landsstýriskvinnan við almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2023

19 Leygardagur 25. februar 2023

Glyvrar: Byrjaðu við kirkjurúminum

Hugskotið til nýggju kirkjuna á Glyvrum byggir á, at tú fært eitt modernað kirkjurúm, har dentur fyrst og fremst verður lagdur á alt inni í kirkjuni, og at hon síðani verður innkapslað í ein form, sum tolir veður og vind

 
SkrivaÐ:

Innsent

- Hugskotið til nýggju kirkjuna á Glyvrum byggir á, at tú fært eitt modernað kirkjurúm, har dentur fyrst og fremst verður lagdur á alt inni í kirkjuni, og at hon síðani verður innkapslað í ein form, sum tolir veður og vind, sigur Árni Winther, arkiktektur, ið greiðir frá um kirkjuna, ið nú verður prosjekterað.

Tað eru eini 15 ár, síðani arkitektakapping var um at tekna eina nýggja Glyvra kirkju. Síðani eru árini liðin, har kirkjuráðið hevur roynt at fingið sín part av fíggingini til vega, so ikki fyrr enn nú er komið so mikið áleiðis, at nýggja kirkjan á Glyvrum verður prosjekterað.

Á sumri í 2007 varð greitt, at tað var arkitektavirkið Árni Winther Arkitektar, ið hevði vunnið kappingina. Men hóast tað ikki longur er til sum sjálvstøðugt felag, men partur av arkitektavirkinum, SNA, er Árni Winther framvegis við í tilgongdini, millum annað saman við dóttir síni, Ingu Katrin Winther Næs.

– Nakrar tillagingar eru gjørdar síðani tá í sjálvum prosjektinum, tí tað eru ymisk krøv og viðurskifti, sum er arbeitt inn í tað, vit sita við nú. Men tá ið vit teknaðu kirkjuna til kappingina, var tað ein øgiliga áhugaverd uppgáva, greiðir Árni frá.

– Hetta var øðrvísi enn at tekna eina rúgvu av skrivstovum við síðuna av hvørjari aðrari, tí hetta var ein heilt onnur stødd.

[object Object]Herfyri var sáttmáli undirskrivaður millum kirkjuráðið og SNA um prosjekteringina, sum longu er farin í gongd. Árni Winther sæst standandi hendur í favn miðskeiðis á myndini (Mynd: SNA)

Skal rigga til øll høvi
Árni Winther minnist aftur á tíðina, tá ið júst henda avbjóðingin fylti nógv á teknistovuni, og serliga eru nøkur viðurskifti, ið skjótt fingu týdning fyri arbeiðið, tí umráðandi var at tekna eina kirkju, ið hóskaði til dagsins samfelag.

– Ein sovorðin kirkja skal jú rigga til bæði vanligar sunnudagar við ikki so nógvum fólki og høgtíðsdagar við fullari kirkju. Tú skalt kunna rúma báðum, so tað hvørki virkar ov tómligt ella ov fult. Tí arbeiddu vit við kirkjuskipi og lofti, so fleiri fólk kunnu koma inn, og tí teknaðu vit eitt kirkjuloft í hvørjari síðu, sigur hann.

– Eisini krevst í eini kirkju í dag øgiliga gott pláss inni í kór, so vit vildu hava tað ljóst og rúmligt. Í summum av eldru kirkjunum er ikki serliga nógv pláss. Eisini vildu vit gera forkirkjuna rúmliga og soleiðis, at inngongdin varð væl vard frá teimum ringastu ættunum.

Orglið í núverandi Glyvra kirkju kann byggjast út, og kann eisini krevja eitt sindur av plássi, tí so kunnu koma nakrar rættiliga langar pípur afturat: – Men eisini akustikkurin í tí førinum øgiliga nógv at siga, so longu frá fyrsta degi vildu vit tryggja okkum ein góðan akustiskk, sigur Árni.

Aftur at øllum hesum verður so eisini ein kirkjukjallari, ið kann brúkast til sunnudagsskúla, ervi, konfirmantar og annað, so kirkjan kann verða ein natúrligur partur av býarlívinum.

Grundtankin hevur hildið
– Tað er hugaligt og stuttligt at síggja, at grundtankin enn er tann sami og at hann hevur hildið, hóast hesi 15 árini eru farin. Sjálvandi hevur tíðin mýkt tingini upp á ein máta, men hetta hevur ikki víst seg bara at hava verið ein løtumynd, tí skapið og formurin hava hildið, sigur Árni Winther.

Royndi arkitekturin, ið millum annað eisini hevur teknað katólsku Mariukirkjuna í Havn, heldur tað eisini hava týdning at fara í holt við eina slíka uppgávu við eyðmýkt, tí eitt sovorðið hús kemur at standa í øgiliga langa tíð.

– Eitt bygningsverk sum hetta verður tó ikki gjørt uttan ein eldhugaðan byggiharra, sum hevur viljan og sær nyttuna í tí. Annars verður tað ikki til nakað, men har má eg siga, at tey á Glyvrum veruliga hava viljað tað og eru ongantíð givin á hondum, sigur Árni Winther.

– Í øllum tí, sum vit gera, er talan um verkætlanir, ið byrja sum eitt hugskot, og við tíðini verður tað brádliga álvari við betong og maskinum og so er tað liðugt. Tá ið tað er komið so langt, livir tað sítt egna lív og má standa sína roynd

Kirkjan teknað úteftir 
Summi hava kanska undrast á, hví nýggja kirkjan á Glyvrum skal vera so fýrakantað, heldur enn at hava eina meira traditionella útsjónd, men tað sigur arkitekturin vera eitt tilvitað val, ið eisini hevur nakað við umstøðurnar kring bygningin at gera.

– Avbjóðingin er sjálvandi at fáa tað at síggja virðiligt út í býarmyndini, so vit hava ikki hugsað nakað háfloygt sum ein katedral, men heldur hava vit roynt at hildið okkum til kringumstøðurnar, ið ikki akkurát eru til tað, tú annars kundi hugsað tær í eini gamlari býarmynd, sigur Árni Winther.

– Tað byrjaði við einum hugskoti um, hvussu fært tú eitt modernað kirkjurúm, har dentur fyrst og fremst verður lagdur á tað, ið skal vera inni í kirkjuni, og at hon síðani verður innkapslað í ein form, sum tolir veður og vind. Eisini hava vit raðfest ljós, tilfar og annað, sum skal vera inni.

Prosjekteringin er nú farin í gongd og verður ætlandi liðug í oktober mánaði, og síðani er klárt at bjóða alt prosjektið út. Sum skilst, verður alt boðið út í einum.

Orð: Hilmar Jan Hansen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2023

20 Leygardagur 25. februar 2023

Meiriluti fyri at loyva Varðanum Pelagic at byggja

Tvøroyrar býráð hevur givið sítt loyvi til at fylla eitt økið út eystan fyri verandi bygning, og at geva frávik frá hægst loyvdu hædd, so at skorsteinur og goymslutangar kunnu stinga uppum verksmiðjubygningin

Soleiðis fer Varðin Pelagic at síggja út eftir útbyggingina, sambært arkitektinum
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tvøroyrar býráð samtykti á fundi mánakvøldið at geva Varðanum Pelagic neyðugu loyvini, so farast kann undir ætlaðu útbyggingina av virkinum, so at tað eisini verður møguligt at framleiða protein og lýsi á virkinum.

Á býráðsfundinum skuldi býráðið í fyrsta umfari taka støðu til eina umsókn um at broyta byggisamtyktina eystan fyri verandi virki, so at havnaøkið verður víðkað umleið 100 metrar úteftir.

Ein av býráðslimunum, Súsanna Bertholdsen, mælti til, at býráðið heldur ein fund við fólkin ‘Livilig kor á Tvøroyri’ áðrenn støða verður tikin til umsóknina. Bólkurin hevur biðið býráðið um fund.

Men hetta varð ikki gingið á møti. Tað var bert Súsanna Bertholdsen, sum atkvøddi fyri hesum uppskotinum.

Undir atkvøðugreiðsluni um at broyta byggisamtyktina, atkvøddi Súsanna Bertholdsen blankt, meðan hinir býráðslimirnir, Kristin Michelsen, Anita Vibergsdóttir, Alvi Mortensen, Jónleyg Jespersen Bech, Bjarni Hammer og Kristina Roest atkvøddu fyri.

Áðrenn endaliga byggiloyvið kann gevast, skal uppskotið um broytingina í byggisamtyktini sendast út til almenna hoyring.

Sami meiriluti í Tvøroyrar býráð hevur í sama viðfangi eisini samtykt at broyta núverandi orðingina, so at frávik kann gerast frá treytunum fyri hæddini á byggiverkætlanini. Hetta fyri at geva møguleika fyri at seta upp skorstein og goymslutangar, sum eru hægri enn loyvda markið.

Umrødda grein í byggisamtyktini verður í framtíðini orðað soleiðis: "Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 m, tó kunnu tekniskir húsalutir, herundir siloir og skorsteinar,  vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins.” Broytingin er, at orðingin ‘herundir siloir og skorsteinar’ verður skotin inn í tekstin. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2023

21
Leygardagur 25. februar 2023

Vinnuligar fiskiroyndir: Fýra umsøkjarar fingið part av kvotuni

Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2023 eru 7.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir, og søkt var tilsamans um 16.800 tons. Tey, ið hava fingið stuðul eru Pf. Vestmanna Fiskavirki, Pf. Faroe Marine Products, P.f Netastovan, og Spf. Gráastein

Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2023 eru 7.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í kunngerðini um fiskiskap eftir svartkjafti í 2023 eru 7.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir.

Tá freistin at søkja var úti 20. januar, hevði Fiskimálaráðið fingið sjey umsóknir um part av kvotuni, og fýra av teimum vóru játtaðar.

Tilsamans var søkt um 16.800 tons, og eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna, fingu fýra umsøkjarar tillutað tey 7.000 tonsini, sum vóru tøk, skrivar Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið.

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum. 

Av játtaðu umsóknunum eru tvær til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka svartkjaftin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu. Tvær umsóknir eru latnar til reiðarí/skip. Í báðum førum er talan um at gera royndir við trolútgerðini, har roynt verður at tillaga trolini, so at minni orka skal nýtast, fráskiljing av hjáveiðu verður betri, samstundis sum bøtt verður um veiðuevnini og góðskuna á fiskinum.

Ikki játtaðar umsóknir vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirði.

Eins og undanfarin ár verða, í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, settar nakrar serligar treytir, sum skulu tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið. Frágreiðing skal sendast Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar - í seinasta lagi 31. januar 2024.

Feløgini, sum hava fingið játtan, eru:

  • Pf. Vestmanna Fiskavirki: 1.500 tons
  • Pf. Faroe Marine Products: 2.500 tons
  • Pf. Netastovan: 1.500 tons
  • Spf. Gráastein: 1.500 tons

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2023

22 Leygardagur 25. februar 2023

Wull vinnarar av SkúlaFM

Wull úr Tofta- og Runavíkar kommunuskúla hevur framleitt eina ulla-rullu og ulla-haldara, sum kann brúkast til eplaveltur ella aðrar veltur

Durita Feilberg Lamhauge og Jenny Maria Briansdóttir
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eitt slóðbrótandi hugskot, við eini vøru, sum skjótt kann verða brúkaranum í hendi.

So greið vóru skotsmálini, sum dómararnir góvu vinnarunum í Wull, tá tær fríggjadagin vunnu SkúlaFM 2023.

Wull hevur framleitt eina ulla-rullu og ulla-haldara, sum kann brúkast til eplaveltur ella aðrar veltur. At brúka ullina til at velta við, hevur við sær eina betri úrtøku og góðsku.

Stovnararnir av bólkinum Wull eru; Durita Feilberg Lamhauge, Jenny Maria Briansdóttir og Miriam Blábjørg Poulsen, sum allar ganga í 10. flokki í Tofta- og Runavíkar kommunuskúla.

Hetta er tískil annað árið á rað, at næmingar úr Tofta- og Runavíkar kommunuskúla vinna SkúlaFM 2023.

Nummar tvey gjørdist Volga frá Eysturskúlanum. Eisini tey fingu sera góð skotsmál frá dómarunum, fyri teirra vøru, sum var rabarbusaft.

Nummar trý gjørdist Grønt úr skúlanum á Løgmannabreyt. Tey høvdu sæð og fangað ein háaktuellan samfelagstrupulleika, sum eisini hevur vinnuligar møguleikar, vístu dómarnir á. Við eini heimasíðu og samstarvi við handlar í Føroyum, høvdu tey eina loysn til trupulleikan av matoyðsli, samstundis sum tey hjálpa fíggjarliga sperdum familjum.

Vinnandi bólkur fær, umframt heiðurin, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark. Hendan kappingin verður 20. apríl.

Betri og Føroyar Tele góvu 5.000 krónur hvør til vinnandi bólkin. Nummar tvey og trý fingu somuleiðis vinning á ávíkavist 1.500 og 1.000 krónur.

Níggju bólkar vóru við í finaluni í ár. Dómararnir vístu á, at tað var sera torført at taka dagar ímillum luttakandi bólkarnar, tí støðið var so mikið høgt. Harafturat vístu dómarnir á, at støðið tykist at hækka fyri hvørt ár.

Í dómsnevndini sótu Høgni Warberg, fulltrúi í barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Rannvá Troest, umboð fyri Vinnuframa, Jákup Dahl frá Betri Banka og Tróndur Dalsgarð frá Føroya Tele.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2023

23
Leygardagur 25. februar 2023

Útflutningurin av fiskavørum vaksin 2,4 milliardir krónur

Í 2022 var talan um ein vøkstur á 26 prosent í útflutnignsirðinum í mun til 2021, vísir uppgerð hjá Hagstovuni

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Útflutningurin av fiskavørum vaks 2,4 milliardir krónur í 2022 í mun til 2021.

Hetta er ein vøkstur á 26 prosent í útflutningsvirðinum, men útflutta nøgdin minkaði seks prosent, skrivar Hagstovan.

Tað er vøkstur í flestøllum vørubólkum, og er tað serliga útflutningurin av laksi, sum ger mun. Har er vøksturin 1,1 milliardir krónur.

Útflutningvirðið av sild er minkað við 143 milliónum krónum, ella 19,3 prosent. Hetta stavar í høvuðsheitum frá, at nøgdin av útfluttari sild minkaði 30,8 prosent.

Asiatiski og amerikanski marknaðirnir eru lutfalsliga vaksnir mest, har útflutningsvirðið er hækkað ávikavist 72 prosent og 63 prosent í 2022.

Útflutningurin til Asia er nú næstan á sama støði sum í 2019, meðan útflutningurin til Amerika er tvífaldaður seinastu árini, skrivar Hagstovan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2023

24 Leygardagur 25. februar 2023

Arbeiðsloysið í januar var 0,8 prosent

Hetta svarar til 249 fulltíðararbeiðsleys, og er tað lægri enn í januar í fjør, tá arbeiðsloysið var eitt prosent

(savnsmynd: Shutterstock)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í januar var arbeiðsloysið í Føroyum 0,8 prosent, ið svarar til 249  fulltíðararbeiðsleys. Tað er lægri enn í januar í fjør, tá arbeiðsloysið var eitt prosent, ið svarar til 288 fulltíðararbeiðsleys.

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi. Í januar vóru 284 persónar raktir av arbeiðsloysi, skrivar Hagstovan.

Arbeiðsloysið hevur verið støðugt minkandi seinastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið tó nakað, tá koronufarsóttin rakti, men síðani er tað minkað aftur.

Í januar var arbeiðsloysið 0,8 prosent bæði hjá monnum og kvinnum. Tað svarar til 130 fulltíðararbeiðsleysar menn og 119 kvinnur. Sama mánað í 2022 var arbeiðsloysið eitt prosent hjá monnum og 0,9 prosent hjá kvinnum.

Arbeiðsloysið í januar var lægst í Eysturoynni og í Vágum – avikavíst 0,4 og 0,5 prosent. Arbeiðsloysið var hægst í Sandoynni – tvey prosent.

Í januar vóru 34 persónar ella 12 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Hetta merkir, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í 2022 vóru 53 persónar ella 16 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys, skrivar Hagstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2023

25 Leygardagur 25. februar 2023

Innflutningurin methøgur í fjør

Sambært Hagstovuni innfluttu vit í 2022 fyri 12,1 milliard krónur

(Mynd: Ólavur Frederiksen/Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í 2022 innfluttu føroyingar fyri 12,1 milliard krónur, ið er 31 prosent hægri enn í 2021, skrivar Hagstovan.

Innflutningsvirðið á brennievni o.t. er vaksið 939 milliónir krónur í 2022 – ella góð 70 prosent. Sama tíðarskeið minkaði innflutta nøgdin av brennievni tó 12 prosent.

Eisini var stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari 'til aðra framleiðslu' og 'til hav- og landbúnað'. Her vaks innflutningurin ávikavist 383 milliónir krónur og 239 milliónir krónur.

Um sæð verður burtur frá brennievni, er innflutningsvirðið av tilfari til hav- og landbúnað lutfalsliga vaksið mest – 38 prosent. Innflutningurin av alifóðri er vaksin 161 milliónir krónur – ella 42 prosent – í 2022.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vanliga hava vit í Føroyum innflutt mest úr Norðurlondum, men í 2022 fór innflutningurin úr Evropa annars upp um Norðurlond.

Føroyingar innfluttu fyri knappar 5,2 milliardir krónur úr Norðurlondum og fyri góðar 5,2 milliardir krónur úr Evropa annars. Vøksturin í innflutninginum frá Evropa annars var 1,7 milliardir krónur – 48 prosent. Vøksturin stavar í høvuðsheitum frá innflutningi av brennievni, skrivar Hagstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2023

26 Leygardagur 25. februar 2023

Maskinmeistarar fýra prosent í lønarhækking

Semja er gjørd Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið. Nýggi sáttmálin er galdandi til 1. mars 2025

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Farna fríggjadag varð semja undirskrivað millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið um nýggjar sáttmálar fyri handilsskip.

Talan er um ein tvey-ára sátmála.

Hetta er á pappírinum ein góð avtala fyri Maskinmeistarafelagið, ið hevur fingið eina lønarhækking, sum liggur á umleið fýra prosent. Hendan lønarhækkingin er 3,8 prosent fyrra árið og 4,05 prosent fyri 2024. Hetta skrivar Maskinmeistarafelagið á heimasíðu síni.

Onkrar tillagingar eru gjørdar í sáttmálanum. Millum annað er sáttmálin eisini galdandi fyri tænastuskip til alivinnuna, sum eru skrásett í føroysku altjóða skipaskránni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2023

27
Leygardagur 25. februar 2023

Komu undir land áðrenn stormurin kom

- Vit fóru at sigla inn undir land, áðrenn nógvi vindurin og høgu aldurnar komu, tí aftaná er trupult at sigla, sigur skiparin á Bresti

Birgir Hansen, skiparin á Bresti (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Eitt av fiskiskipunum, sum kom undir land at kroka, nú stormurin aftur ýldi um oyggjarnar sunnukvøldið og til middags mánadagin, er frystitrolarin Brestir. Hann royndi eftir svartkalva eystur úr Fugloyarbankanum.

- Vit fóru at sigla inn undir land, áðrenn nógvi vindurin og høgu aldurnar komu, tí aftaná er trupult at sigla. Veðurmenninir lovaðu upp í kolandi storm og 12-14 metra høgar aldur, sigur skiparin á Bresti, Birgir Hansen. 

- Tá vit kortini lógu undir landið, sigldu vit inn á Runavík, har okkurt smávegis skuldi gerast við scanmar trolútgerðina. Samstundis bunkra vit, so vit kunnu vera úti í fýra vikur, tá vit nú fara avstað aftur seinni í dag, segði skiparin fyrst í vikuni.

- Ymiskt viðlíkahald er gjørt við skipið, so hetta er okkara fyrsti túrur í ár. Vit hava roynt í fimm dagar og fiskiskapurin var í lagið. Tí var tað spell, at noyðast at rýma av fiskileiðini, men soleiðis eru viðurskiftini nú einaferð hjá fiskimanninum, sigur Birgir Hansen.

Ellivu mans eru við Bresti. Ein sum lesur til maskinmeistara er við í starvsvenjing. 

[object Object]
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2023

28 Leygardagur 25. februar 2023

Theresa Turiðardóttir Kreutzmann nýggjur stjóri á Visit Norðoy

Hon hevur áður verið stjóri á Nuuk Tourism og Visit Tórshavn. Theresa byrjar í starvinum 1. mars

Theresa Turiðardóttir Kreutzmann
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Theresa Turiðardóttir Kreutzmann verður nýggjur stjórin á Visit Norðoy.

Theresa er 55 ára gomul og er útbúgvin serviceøkonom við sergrein í ferðavinnu, og er í løtuni í holt við eina leiðsluútbúgving á Fróðskaparsetrið Føroya.

Theresa hevur drúgvar royndir innan ferðavinnu og hevur í fleiri ár verið stjóri á Nuuk Tourism og Visit Tórshavn. Harumframt hevur hon starvast hjá Atlantic Airways, Air Greenland, Air France og á ymsum ferðaskrivstovum. Seinastu árini hevur hon sett café Glasstovuna á stovn á Tvøroyri og síðani keypt Hotel Bakkan í Vági, hetta fyri at skapa nakað fyri ferðavinnuna í Suðuroynni.

Glasstovuna seldi hon í fjør, men Hotel Bakkan eigur hon framvegis, og hevur hon fingið onnur at taka sær av hotellinum.

Seinastu árini hevur Theresa harumframt starvast í egnari fyritøku, har hon, saman við øðrum, hevur arbeitt við strategi- og menningartilgongdum innan ferðavinnuna í Føroyum.

Ferðavinnan er í støðugum vøkstri og kemur Theresa at standa á odda fyri ferðavinnumenning í Norðoyggjum, sum umfatar allar oyggjar og allar bygdir í Norðoyggjum.

Theresa byrjar í starvinum tann 1. mars 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2023

29 Leygardagur 25. februar 2023

Árni M. Dam á ting

Sætti maður á listanum hjá Framsókn fingið sæti á tingi fyribils

Árni M. Dam (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Árni M. Dam av Norðskála tók týsdagin fyribils sæti á Føroya Løgtingi.

Karlot Hergeirsson, tingmaður, hevur biðið tingformansskapin um farloyvi, og eftir at valbrøvini vóru kannað, varð Árni M. Dam boðin vælkomin at taka sessin.

Árni M. Dam gjørdist nummar seks á listanum hjá Framsókn á løgtingsvalinum 8. desember 2022 við 102 atkvøðum.

Við tað at Framsókn fekk tvey fólk í landsstýrið, fingu bæði fjórði og fimti maður/kvinna, ávikavist Karlot Hergeirsson og Hanna Jensen, fast sæti í tinginum.

Nú hevur átekur Árni M. Dam so á fyrsta sinni tikið sæti sum fyrsti eykavaldi hjá Framsókn.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2023

30 Leygardagur 25. februar 2023

Jóannes Prestá nýggjur kreditleiðari í Norðoya Sparikassi

33-ára gamli skálamaðurin hevur seinastu árini starvast í banka og sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu

Jóannes Prestá byrjar í starvinum í sparikassanum 1. apríl (Mynd: ns.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Norðoya Sparikassi boðaði í vikuni frá, at Jóannes A. Prestá er settur í starv sum kredittleiðari.

Jóannes er 33 ára gamal og er útbúgvin cand.merc. í Finance and Investments á CBS í Keypmannahavn. Hann er bankalærdur og hevur royndir sum vinnukundaráðgevi.

Seinastu árini hevur hann starvast sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu.

Jóannes byrjar í starvinum 1. apríl 2023, upplýsir ns.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2023

31 Leygardagur 25. februar 2023

Prógvhandan á Glasi: 10 nýggir innovatørar

Fríggjadagin 17. februar fingu 10 lesandi á Hægri Námi á Glasi handað prógv sum professiónsbachelor í innovatión og íverksetan

Á myndini eru Jeanette Lassen, Eir Martinsdóttir Berg, Arosiak Hammer, Beinta Fagraklett, Sveinur Øssur Skaalum Petersen, Turið Gaard Hansen, Jákup Vatnhamar Olsen, Pól Jóhannus Smith Jensen og Sólrún Haraldsdóttir. Sóley Kerlok manglar á myndini
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Una Joensen, rektari handaði prógvini á samkomu á Glasi. Harafturat fingu fýra lesandi handa heiðursløn, fyri framúr gott avrik. Heiðurslønin var eitt ur frá Faroe Time, sum Kemilux, Bovling í Leirvík og Ocean Rainforest hava latið.

Joel undir Leitinum, nevndarformaður í Globe Tracker, sum var kosin ársins íverkseti í 2022, helt røðu fyri teimum lesandi. Hann vísti á alstóra týdningin, av at hugsa innovativt í føroyska vinnulívinum.

Fleiri av teimum lesandi hava fingið leiðandi størv í fyritøkunum, sum tey samstarvaðust við, í sambandi við endaligu uppgávuna.

Glasir Hægri Nám skipar útbúgvingina í tøttum samstarvi við Copenhagen Business Academy og føroysku vinnuna. Nýggjur flokkur verður tikin upp í summar, at byrja í august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2023

32 Leygardagur 25. februar 2023

Marjun S. Kjelnæs í uppskoti til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

Er innstillað fyri tvey verk, eitt yrkingasavn og eitt leikrit

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í dag eru tey innstullaðu til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins kunngjørd. Og føroyski rithøvundurin, ið kann koma upp á tal at vinna hesa heiðursløn seinni í ár er Marjun Syderbø Kjelnæs.

Hon er tilnevnd fyri verkini “Karmageitin” og “Gentukamarið”, sum Ungu Føroyar hava givið út.

Verkin vaksa hvørt inn í annað

Tilnevningarnevndin sigur soleiðis:

“Karmageitin” og “Gentukamarið” eru eitt skaldverk í tveimum bindum, hvørt við sínum sniði og sínari útsøgn. Yrkingasavnið “Karmageitin” og leikritið “Gentukamarið” kunnu lesast í tilvildarligum raðfylgi, tí bøkurnar eru ikki samanbundnar í tíðarrøð ella við orsakasambondum; heldur eru tær feldar hvør inn í aðra soleiðis, at dialogarnir í leikritinum, rørslurnar í yrkingunum, sinnisstøðurnar og tey ítøkiligu støðini veksa hvørt inn í annað.

Sum heitið “Gentukamarið” bendir á, er høvuðspersónurin í leikritinum kvinna. Tað sama er galdandi í “Karmageitini”, ið fylgir yrkinga-eg’num sum vaksnari kvinnu. Staðsetingin er kamarið, sum gentan hevði í uppvøkstrinum. Tað er hiðani, at heimurin hjá yrkinga-eg’num sprettur, og her knýtir tað seg at slektini. Kamarið hevur gingið í arv frá mostrini til yrkinga-eg’ið. Yrkingarnar flyta seg burtur úr gentukamarinum, men fara altíð aftur hagar; í stórum og smáum ringrásum. Tað er eitt áhugavert áhaldni í rørsluni í yrkingunum; útlongsil og ynski um at gerast partur av heiminum, men í øllum yrkingunum verður ynskið um at at knýta seg at og skilja og gerast partur av heiminum vent á ranguna og snýr heim, heim til gentukamar barndómsins ella miðlívskreppukøkin; ikki endiliga beinleiðis av heimlongsli, men tí tað er neyðugt. Ikki meira enn heimkomið, verður yrkinga-egið ósjónligt, tað er útlúgvað, og fram veksur nýggjur útlongsil.

Í dramapartinum, “Gentukamarinum”, stíga vit inn í og verða heilt umgird av hesum kamarinum. Her verður díkt øðrvísi á enn í yrkingunum, fleirraddað og viðhvørt maniskt; tað vaksna eg-ið í barndómsins gentukamari verður díkt undir í røddini hjá mammu síni og barndómi sínum. Her er eg’ið í øllum sínum aldrum í senn, sum barn plágast hon av røddini í mammu síni, sum vaksin av røddini í sínum egna barni, og hon fær telefonuppkall frá røddini í dóttur síni og mytunum.

“Gentukamarið” loysir sundur tey mørk og tær gáttir, sum kunnu vera millum aldrar og æviskeið hjá eg-num. Eg-ið verður øll tey eg, sum eg-ið kann hava verið; í menning, í tvídrátti, í ráðaloysi.

Tvørsagnarkent og ósambæriliga, viðhvørt stutt, milt og harmoniskt – alt um somu tíð. Gentukamarið og tað gentuliga verður í tveybindaverkinum ein sterkur máttur, sum noktar at lata seg harta og rætta.

Gentukamarið veksur saman við húsinum og urtagarðinum í Havn og knýtir seg í eina fjallarøð av óbrúktum klæðum í Atacama-oyðimørkini (Karmageitin, s. 42), í tey brotnu korallrivini undir Íslandi (Karmageitin, s. 32), í hvalir, sum eru vilstir inn í tronga í Miðjarðarhavinum (Karmageitin, s. 76-78).

Í yrkingini “Honey” (Karmageitin s.68) veksur skriðin, sum eg’ið følir, saman við eitt kleiggjut køksborð. Ampi og skjálvti umskapast til illveður, sum røkkur til Meksiko, til ein ovurstóran skinfluguflokk, til brummandi bilmotorar, surrandi ferðslu og oljupumpur, og venda aftur í køkin, har teir aftur seta seg í eg-ið. Illhirsnið, skriðin og tað kleiggjuta eru ein skinfluguflokkur, eru bilar og pumpur og olja.

Marjun Syderbø Kjelnæs (f. 1974) er ein kend og virkin rødd á tí føroyska bókmenta- og leikpallinum. Hon hevur givið út eitt fjølbroytt tyssi av verkum síðan 2000. Ungdómsskaldsøga hennara “Skriva í sandin”, 2010, vann i 2011 The White Raven Deutsce Jugendbibliothek, og ungdómsskaldsøga hennara “Sum rótskot” varð løgd fram til Barnabókmentavirðisln Norðurlandaráðs í 2021. Hon hevur vunnið fleiri virðislønir og fingið gávufæ, og verk hennara eru týdd til onnur norðurlandamál umframt enskt, franskt og týskt.

Hini tilnevndu til bókmentavirðislønina

Danmark: “Fanden tage dig – beretning om et kvindedrab”, frásøgn eftir Niels Frank og “Georg-komplekset” skaldsøga eftir Kirsten Hammann.

Finnland: “Musta peili”, skaldsøga eftir Emma Puikkonen og “Den stora blondinens sidsta sommar”, skaldsøga eftir Peter Sandström

Grønland: “Qivittuissuit akornanniinnikuuvunga”, skaldsøge eftir Katrine Rasmussen Kielsen

Ísland: “Ljósgildran”, skaldsøga eftir Guðna Elísson og “Laus blöð”, yrkingasavn eftir Ragnar Helga Ólafsson

Noreg: “Kniven i ilden” skaldsøga eftir Ingeborg Arvola og “Forbryter og straff” skaldsøga eftir Kathrine Nedrejord

Samiska máløkið: “Jaememe mijjen luvnie jeala”, frásøgn eftir Anne-Grete Leine Bientie og Bierna Leine Bientie

Svøríki: “Ihågkom oss till liv”, grafisk skaldsøga eftir Joanna Rubin Dranger og “En bok för ingen” stuttsøgusavn eftir Isabella Nilsson

Áland: “Konsten att inte hitta sig själv på Bali”, frásøgn á óbundnum máli eftir Zandra Lundberg 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2023

33 Leygardagur 25. februar 2023

Nýggjur føroyskur heimildarfilmur um Sigruna Gunnarsdóttur

Filmurin fær heimsfrumsýning á viðurkenda filmsfestivalinum CPH:DOX í Keypmannahavn 19. mars

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

HEARTIST er nýggjur forvitnisligur heimildarfilmur um listakvinnuna Sigruna Gunnarsdóttur. Filmurin fær heimsfrumsýning á viðurkenda filmsfestivalinum CPH:DOX í Keypmannahavn tann 19. mars. Filmurin kappast í bólkinum Nordic:Dox Award, ið hevur sjóneykuna á filmar úr Norðurlondum.

Við leikstjórunum Mariannu Mørkøre og Beintu á Torkilsheyggi er filmurin ein estetisk og nútímans lýsing av eini spennandi listakvinnu, sum virkar á Eiði, sýnir fram kring allan heim og altíð arbeiðir málrættað við málningalistini. Men hvør er kvinnan handan verkini? 

Støðið verður tikið í Sigruni sum persóni og listafólki - eru líkleikar og mótsetningar millum persónligheitina og einstøku listaverkini?

Rógvi Rasmussen var myndamaður, og Ólavur Jákupsson gjørdi tónleikin og ljóðmyndina. Marianna Mørkøre klipti filmin, og animatiónirnar gjørdi bretska Katy Beveridge.

Rógviper og Kykmyndir hava í felag framleitt filmin, ið er stuðlaður av Norddok - Filmar um Grønland, Føroyar og Danmark - umframt Mentamálaráðnum, Eiðis kommunu, Betri og er framleiddur í samstarvi við KVF.

Í Føroyum verður filmurin frumsýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio 5. apríl, har samrøða og spurningar verða til leikstjórarnar og høvuðspersónin aftaná sýningina.

Eisini verður filmurin sýndur í Løkshøll 11. apríl og Salt 12. apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2023

34 Leygardagur 25. februar 2023

Atlantic Airways letur aftur 100.000 krónur í stuðli til listafólk

Hetta er fimta ferðin, at Listaflogstuðulin skal latast. Ein trímannanevnd ger av, hvør fær stuðulin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Stuðulsskipanin hjá Atlantic Airways, ið varð sett á stovn í 2016, fer nú aftur at lata peningaligan stuðul til eitt eitt ella fleiri listafólk og/ella listaverkætlanir. Enn eins og áður eru tað 100.000 krónur, ið skulu latast.

Listaflog verður latið til listafólki, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk.

Upprunin til Listaflog stavar frá 2016, tá ið Atlantic Airways í 2016 gav flotanum nøvn eftir mætum, føroyskum listafólkum. Hetta er fimta ferðin, Listaflogstuðulin skal latast. Orsakað av koronu varð ongin stuðul latin í 2020 og 2021.

Ein trímannanevnd ger av, hvør fær stuðulin. Jóhan Martin Christiansen, umboð fyri Listafólkasamband Føroya, Armgarð Weihe, umboð fyri Almanna- og mentamálaráðið og Annika Larsen Black, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways, sita í nevndini.

Listaflog er áður latið Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen (2017), Heiðriki á Heygum (2018), Sunleif Rasmussen, Gretu Svabo Bech og Det Ferösche Compagnie (2019) og Kristinu Thede Johansen (2022).

Evsta mark at søkja um stuðul er á midnátt sunnukvøldið 12. mars 2023, og á 35 ára føðingardegnum hjá Atlantic Airways tann 28. mars 2023, verður kunngjørt, hvør fær Listaflogstuðulin í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2023

35 Leygardagur 25. februar 2023

Nansý Sunadóttir og Sámal Soll eru nýggj í ritstjórnini í Varðanum

Sanna Klein og Sanna Andrassdóttir Dahl eru farin úr ritstjórnini - nýggja ritstjórnin ætlar at halda fram eftir nøkulunda sama leisti. Lista- og mentanarumhvørvið í Føroyum skal endurspeglast so breitt sum gjørligt

Nýggja ritstjórnin: Sámal Soll, Nansý Súnadóttir og Rakel Helmsdal (Mynd: Varðin)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinastu trý árini hava Sanna Klein og Sanna Andrassdóttir Dahl verið í ritstjórnini í Varðanum saman við Rakel Helmsdal. Nú fara tær báðar fyrstnevndu úr - í teirra stað koma Nansý Sunadóttir og Sámal Soll. Nýggja ritstjórnin ætlar at halda fram eftir nøkulunda sama leisti, sum undanfarna ritstjórn hevur arbeitt eftir seinastu trý árini.

Hesum boðar Ritsjórnin Varðin frá í tíðindaskrivi.

- Sum einasta mentanarrit í Føroyum er tað týdningarmikið, at Varðin endurspeglar lista- og mentanarumhvørvið í Føroyum so breitt sum gjørligt og at allar listagreinar kenna seg umboðarar. Harumframt skal Varðin rúma bæði royndum høvundum og debutantum.

Tað liggur hesi ritstjórnini, eins og undanfarnu, nær, at debutantar hava ein pall í Varðanum. Tá ein høvundur byrjar at vilja lata umheimin síggja tekstir sínar, er tað oftast eitt ov stórt stig at hava ein heila bók klára og fara til eitt forlag. Fær debutanturin noktandi svar longu tá, er kjansur fyri, at hann gevur skarvin yvir beinanvegin. Hevur hann latið tekstir á prent í tíðarrit áðrenn, hevur hann longu roynt seg og er betur brynjaður.

Tað er møguligt at lata tilfar til Varðan - yrkingar, stuttsøgur, annað nýskrivað tilfar; ella ymisk ummæli og týðingar. Frestin at senda nýtt tilfar hesu ferð er 3.1 mai.

Miðilin boðar frá, at miðað verður eisini eftir at hava eina javnvág ímillum mentanargreinar, ummæli og skaldsligar tekstir.

Ritstjórarnir 

Tað er avgjørt ein styrki, at ritstjórarnir hava ymiskar bakgrundir í ritstjórnini, og mett verður at soleiði ser nú.

Nansý Sunadóttir er útbúgvin BA í føroyskum máli og bókmentum. Hon starvast dagliga í Gamla Bókhandli. Harumframt yrkir hon, og onkur yrking hevur staðið í Varðanum.

Sámal Soll undirvísir í føroyskum og enskum á Glasi og hevur skrivað tvær bøkur við stuttsøgum, umframt ein hóp av søgum til børn.

Rakel Helmsdal er yrkislistafólk og hevur millum annað skrivað 25 bøkur til ymiskar aldursbólkar. Hon fæst eisini við myndlist og figurteatur og undirvísir í skriving.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2023

36 Leygardagur 25. februar 2023

Arnold Vegghamar í Gallarí Havnará

Framsýningin er opin fram til 2. mars

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í gjár lat upp framsýning við málningum hjá Arnoldi Vegghamar í Gallarí Havnará í Havn.

Arnold er av Viðareiði. Hann hevur málað, síðan hann var heilt ungur, og hevur havt nógvar framsýningar bæði úti og heima. Hann verður nú 85 ára gamal, og málningarnir hava ongantíð verið betri umtóktir enn nú.

Listin hjá Arnoldi røkkur eisini út um Føroyar. Og tú finnur eisini listaverkini hjá Arnoldi hjá Frederik krúnprinsi og prinsessu Mary og niðurlendska konsulátinum í Danmark.

Vegghamar fevnir breitt í motivum, og hóast ikonisku fýrakantaðu húsini eru tað, ið flest fólk hugsa um, tá tey hoyra navnið Arnold Vegghamar, so er hann eisini kendur fyri náttúrumyndirnar av Norðoyggjum.

Tá Arnold málar, er tað ikki vanligar nattúralistiskar landslagsmyndir, men heldur surrealistiskar tulkingar, ið lýsa upplivingina og kenslurnar av náttúrini.

Framsýningin er opin hvønn dag millum klokkan 16 og 18 fram til 2. mars.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2023

37 Leygardagur 25. februar 2023

Framsýningin við Onnu Seppala í Steinprenti

Finska Anna Seppälä hevur verið partur av føroyska listaumhvørvinum í 25 ár. Myndevnið er ofta persónligt og eksistentielt

 
SkrivaÐ:

Innsent

Í gjár lat framsýning upp við nýggjum verkum hjá finsku listakvinnuni Anna Seppälä í Steinprenti í Havn. 

Tær eru framúrskarandi vakrar myndirnar hjá Onnu, m.a. ein kensluborin sjálvsmynd við rósum, sum er ein vatnlitsmynd. Á framsýningini eru eisini tusjtekningar og myndir, sum eru gjørdar við blandaðum tøkni - stílurin er eyðkendur fyri listakvinnuna, ekspressivur, litríkur og surrealistiskur. 

Myndevnið er ofta persónligt og eksistentielt. Í einari mynd sæst ein urtapottur í stórari stødd við føgrum sólgulum, reyðum og violettum blómum, ið minna um brestandi rakettir á nýggjárinum. Uppiyvir síggjast tríggjar smáar flúgvandi verur, ið nærkast blómunum og geva hugasamband við mytologi og søgnina um Ikaros, ið fleyg ov tætt at sólini samstundis sum hesir figurarnir eru í modernaðum klæðum og í sólbrillum. Tað mytologiska hómast eisini aðrastaðni í myndaverðini hjá Onnu Seppälä har mann kemur í tankar um til dømis Zeus og Narcissus. 

[object Object]

[object Object]


Urtapottar, blómur og vøkstur eru á nógvum myndum, sum ofta eru litfagrar og ekspressivar, men eisini heimkærar við denti á heimalív og menniskjaligar relatiónir.

Anna Seppälä hevur verið partur av føroyska listaumhvørvinum í 25 ár og hevur framsýnt saman við øðrum og sjálv nógvar ferðir. Ofta í Steinprenti, har hon hevur gjørt fleiri góð prent og okkurt nýtt prent er í gerð. 

Tað eru fimm ár síðani, Anna vitjaði Steinprent seinast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2023

38 Leygardagur 25. februar 2023

Biden lovar Ukraina meira stuðul í stríði sínum

Amerikanski forsetin kom í vikuni á óvæntaða vitjan í Kyiv

Joe Biden saman við Volodymyr Zelenskyj, forseta, og forsetafrúuni, Olena Zelenska (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Amerikanski forsetin, Joe Biden, spákaði sær mánadagin ein túr í Kyiv eftir eina sera óvæntaða vitjan í Ukraina, tí onki var fráboðað ramman undan vitjanini.

Á vitjanini hitti Joe Biden eisini Volodymyr Zelenskyj, forseta.

Hetta var fyrsta ferðin hjá amerikanska forsetanum í Ukraina síðan russiskar herdeildir gjørdu innrás í landið 24. februar í fjør.

Undir vitjanini í Kyiv, boðaði Bidenfrá meira stuðli til Ukraina.

- Eg hevði í dag fund við Zelenskyj og hansara fólk í Kyiv fyri at tosa um okkara framhaldandi stuðul. Eg fari at boða frá enn eini sending av týðandi útgerð – herundir lóður, stríðsvagnaverju, útgerð til loftverju og hjálp til at verja ukrainska fólkið móti loftálopi, segði Biden.

Sambært almenna álmanakkanum hjá Biden skuldi hann vitja í Polandi í døgunum undan ársdegnum fyri russiska álopið. Í staðið sást hann knappliga í Kyiv mánamorgunin.

Fleiri aðrir vesturlendski leiðarar hava verið á vitjan í Kyiv undir krígnum. Teirra millum er forseti Fraklands, Emmanuel Macron, týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, og fyrrverandi forsætisráðharrin í Bretlandi, Boris Johnson, og tann núverandi, Rishi Sunak. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2023

39 Leygardagur 25. februar 2023

Loyniliga ferðin hjá Biden til Kyiv

Alt var hildið loyniligt líka til tokið við amerikanska forsetanum rullaði inn í ukrainska høvuðsstaðin

Joe Biden og Volodymyr Zelenskij (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tá amerikanski forsetin, Joe Biden, knappliga var at síggja í Kiev mánamorgunin, var hetta fyribils endin á eini topployniligari ferð.

Tað skrivar AFP-tíðindastovan, sum hevur funnið útav, hvussu forsetin ferðaðist úr USA til ukrainska høvuðsstaðin í loyndum.

Ferðin byrjaði tíðliga sunnudagin á eini hernaðarflogvølli nakað uttan fyri Washington. Her fór forsetin umborð á eitt flogfar av slagnum Air Force Boeing 757, ið er gjørt til at flyta fólk av serligum týdningi.

Flogfarið, ið eisini er kent sum eitt C-32, er minni enn flogfarið, sum forsetin vanliga brúkar á uttanlandsferðum.

Forsetin fór eisini umborð á flogfarið á einum øðrum flogvølli enn vanligt. Hartil vóru gluggarnir á flogfarinum myrkalagdir við persisnnum.

Umleið eitt korter eftir, at Biden var farin umborð, komu fimm trygdarfólk, eitt lítið lið av læknum og ráðgevin og tvey tíðindafólk eisini umborð.

Tíðindafólkini – ein skrivandi journalistur hjá Wall Street Journal og ein fotojournalistur hjá AP – vóru í Hvítu Húsunum fríggjadagin, har tey lovaðu at halda túrin loyniligan. Hald varð lagt á telefonirnar hjá teimum undir allari ferðini.

Eftir sjey tíma ferð, lendi flogfarið á herstøðini Ramstein í Týsklandi. Her bunkraði flogfarið, meðan gluggarnir framvegis vóru myrkalagdir.

Síðan gekk túrurin til Rzeszow-Jasionka-floghavnina í Polandi.

Floghavnin hevur undir krígnum í Ukraina virkað sum eitt knútapunkt fyri flutning av herðanarstuðli úr Vesturlondum til ukrainsku herdeildirnar.

Klokkan 21.15 sunnukvøldið fór Biden og lítla fylgi hansara umborð á eitt tok við kós móti ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.

Tokið koyrdi eftir eini rutu, sum í skjótt eitt ár hevur verið brúkt til – annan vegin – at senda hernaðarútgerð til Ukraina, og – hin vegin – til at flyta neyðstøddum ukreinum til eina meira friðarliga tilveru. Átta vognar vóru í tokinum.

Eftir tíggju tímar toktúr, rullaði Biden mánamorgunin klokkan 08.07 inn í Kyiv. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2023

40 Leygardagur 25. februar 2023

ST: Yvir 8.000 sivilfólk latið lív í Ukraina

Nærum 13.300 sivilfólk eru eisini vorðin særd, og nærum 18 milliónir fólk hava tørv á neyðhjálp

Marknaður í býnum Mariupol, har nógv sivilfólk hava latið lív (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fleiri enn 8.000 sivilfólk hava higartil latið lív í krígnum í Ukraina, og nærum 13.300 eru vorðin særd, vísir uppgerð hjá ST.

ST metir tó, at munandi fleiri eru deyð enn almenna upgerðin vísir.

61,1 prosent av teimum deyðu eru menn, og 39,9 prosent eru kvinnur. Talið á børnum, ið hava latið lív er í minsta lagi 487, og í minsta lagi 954 børn eru vorðin særd. Umleið 90 prosent av teimum deyðu vórðu dripin av spreingingum.

ST sigur eisini, at nærum 18 milliónir fólk í Ukraina hava tørv á neyðhjálp, og 14 milliónir eru rýmd frá húsum.

Í gjár, fríggjadagin 24. februar, var júst eitt ár liðið, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2023

41 Leygardagur 25. februar 2023

Putin avlýsir kjarnorkuvápnaavtalu

Nýggja Start-vápnaavtalan frá 2010 varð annars longd við fimm árum í 2021

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Russland hevur avlýst avtaluna, sum síðan 2011 hevur havt til endamáls at minka um goymsluna av kjarnorkuvápnum hjá Russlandi og USA.

Tað boðaði russiski forsetin, Vladimir Putin, frá undir drúgvari røðu týsdagin.

- Eg eri noyddur fyri at boða frá í dag, at Russland strikar sína luttøku í hesi vápnasáttmálanum, segði russiski forsetin.

Hann vísir til nýggju Start-avtaluna, ið USA og Russland undirskrivaðu í 2010 og sum kom í gildi í 2011.

Avtalan var í 2021 longd við fimm árum aftuat, beint eftir at Joe Biden hevði tikið við sum amerikanskur forseti, skrivar Reuters.

Í avtaluni er eitt ásett eitt loft fyri, hvussu nógv kjarnorkuvápn hesi bæði lond kunnu hava. Eisini er avtala landanna millum eftirlit hjá hvørjum øðrum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2023

42 Leygardagur 25. februar 2023

Tók selfie við njósnaraballónini

Amerikanska verjumálaráðið leysgav eina serliga mynd í vikuni

Selfie við njósnaraballón. Legg merki til skuggan av flogfarinum á sjálvari ballónini (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Amerikanska verjumálaráðið hevur leysgivið eina mynd, sum ein flogskipari tók av kinesisku ballónini, sum fyrr í mánaðinum sveimaði tvørtur um USA.

Myndin – ein selfie – er tikin úr einum U-2 njósnaraflogfari meðan ballónin varð fylgd á síni ferð tvørtur um USA. So skjótt ballónin var komin yvir hav aftur, varð hon skotin niður.

Beijing hevur hildið fast um, at talan var um eina veðurballón, sum var farin av kós.

Men Wasington sigur, at var ein partur av eini umfatandi kinesiskari njósningarskipan, skrivar BBC.

Ein talsmaður fyri uttanríkisráðið sigur, at kanningarnar av ballónini vísa, at hon var før fyri at savna inn signal av serligum týdningi.

Ballónin varð fyrstu ferð sædd yvir Alaska 28. januar. Jagaraflogfør hjá North American Aerospace Defense Command (NORAD) – eitt samstarv millum amerikansku og kanadisku loftverjuna – eyðmerktu flúgvandi lutin, men valt varð ikki at skjóta ballónina niður.

Tey vildu ikki skjóta hana niður yvir land orsaka av vandanum fyri, at lutirnir kundu raka sivil fólk og ognir á jørðini.

Eitt embætisfólk greiddi politikarum fyrr í mánaðinum frá, at ballónin var eins høg og Frælsisgudinnan og bar eina last á stødd við eitt jettflogfar.

Myndin, ið varð leyslatin mikudagin, varð tikin dagin fyri, at ballónin varð skotin niður út fyri strondina í South Carolina 4. februar.

Sagt verður, at ballónin fleyg í 60.000 fóta hædd (yvir 18 kilometrar). U-2 flogførini flúgva vanliga í 70.000 fóta hædd, sambært flogverjuni, skrivar BBC.

Hesi flogførini við einum manni umborð, kallað Dragon Lady, vórðu fyrr flogin av fólki frá CIA. Flogskipararnir skulu vera í fullum trýstbúna, eins og rúmdarfólkini brúka.

Leitingin eftir lutunum frá ballónini endaði fríggjadagin. Fleiri partar, herundir sjálv lastin, eru funnir, sambært pressutalskvinnuni hjá Pentagon. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2023

43 Leygardagur 25. februar 2023

Svenska kongshúsið: Skurðviðgerðin gekk væl

Carl Gustaf kongur varð mánadagin lagdur undir hjartaskurð. Viðgerðin eydnaðist væl, og skal hann nú hvíla seg komandi vikurnar

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Svenski kongurin, Carl Gustav varð mánadagin lagdur undir hjartaskurð, og skurðviðgerðin eydnaðist væl, upplýsir svenska kongshúsið.

– Skurðviðgerðin gekk væl, og hevur kongurin tað gott. Kongurin letur heilsa og takkar fyri tann stuðulin, hann fekk undan skurðviðgerðini, og er hann sera takksamur fyri svenska heilsuverkið, segði talsfólk hjá kongshúsinum sambært Ritzau.

Kongurin skal nú hvíla seg, og fer ikki at hava almennar uppgávur komandi tvær vikurnar. Áðrenn viðgerðina var boðað frá, at uppgávurnar hjá konginum frá 20. februar til 3. mars vórðu útsettar til seinni í vár.

Carl Gustaf er 76 ára gamal, og í september eru júst 50 ár liðin, síðan hann gjørdist kongur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2023

44 Leygardagur 25. februar 2023

Skotland: Tvey afturat bjóða seg fram at avloysa Sturgeon

Ash Regan, fyrrverandi ráðkvinna og Kate Forbes, núverandi fíggjarmálaráðkvinna skulu kappast við Humza Yousaf, heilsumálaráðharra um at gerast nýggjur fyrstiráðharri

Kate Forbes er millum teirra, ið bjóða seg fram at avloysa Nicola Sturgeon (Mynd: PA Media)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í farnu viku boðaði Nicola Sturgeon frá, at hon leggur frá sær sum skotsk fyrstiráðkvinna og forkvinna í skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, og higartil eru trý fólk, ið bjóða seg fram at taka yvir eftir henni.

Fyrstur at bjóða seg fram var Humza Yousaf, heilsumálaráðharri, og síðani hava 48 ára gamla Ash Regan, fyrrverandi ráðharri, og 32 ára gamla Kate Forbes, núverandi fíggjarmálaráðkvinna eisini bjóðað seg fram, skrivar BBC.

SNP hevur upplýst, at flokkurin komandi vikurnar fer at finna nýtt forfólk. Tað verður gjørt við atkvøðugreiðslu millum limirnar í flokkinum, sum endar 27. mars. Valevni skuldu áðrenn fríggjadagin hava tryggjað sær stuðul frá í minsta lagi 100 limum úr 20 ymiskum valdømum fyri at koma á atkvøðuseðilin.

Nicola Sturgeon verður sitandi sum floksleiðari og fyrstaráðkvinna, til eftirfólk hennara er funnið.

Sturgeon: Fari ikki at peika á nakran

Nicola Sturgeon sigur í samrøðu við BBC, at tað nú er upp til limirnar í SNP at avgera, hvør eftirfylgjari hennara verður, og ætlar hon sær ikki alment at peika á nakað valevni.

Tað hevði ikki verið rættvíst ella hóskandi, sigur hon.

– Eg havi bert eina atkvøðu eins og allir hinir limirnir í SNP.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2023

45 Leygardagur 25. februar 2023

Samgongan: Oljuleitingin heldur fram

- Vit fara ikki at hava nakra nýggja útbjóðing, men Open Door skipanin fer at halda fram, sigur Høgni Hoydal

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum
SkrivaÐ:

Jan Müller

- Vit fara ikki at hava nakra nýggja útbjóðing, men Open Door skipanin fer at halda fram.

Hetta varð boðskapurin hjá landsstýrismanninum við orkumálum, Høgna Hoydal, tá hann í farnu viku svaraði munnligum fyrispurningi frá tingmanninum Helga Abrahamsen úr Sambandsflokkinum.

Hesin spurdi, hvørja støðu landsstýrið hevur til spurningin um at geva loyvi til at leita eftir og útvinna kolvetni úr føroysku undirgrundini?

[object Object]

Í viðmerkingum sínum vísti tingmaðurin á, at landsstýrið í mong ár samráddist við donsku stjórnina um at yvirtaka føroysku undirgrundina. Í 1992 varð komið á mál við hesum samráðingum, har loysnin var, at føroyska heimastýrið yvirtók málsøkið ráevni í undirgrundini. Nakrar royndarboringar eru gjørdar á føroyska landgrunninum, tó fyribils uttan úrslit. Stórur áhugi er tó fyri føroysku undirgrundini, tí hildið verður, at olja í rakstrarverdum nøgdum er at finna har. Men í samgonguni eru røddir frammi, ið eru ímóti bæði leiting og framleiðslu av olju úr føroysku undirgrundini. Tí verður spurt, hvørja støðu landsstýrið hevur til hetta málið.

Høgni Hoydal landsstýrismaður segði í sínum svari seg væl  skilja, at tingmaðurin setir fokus á hetta málið, tí tað hevur verið stórt orðaskifti ikki bara millum samgonguflokkarnar men eisini innanhýsis í flokkunum um hetta málið, eisini í Tjóðveldi.

- Støðan hjá hesum landsstýrinum er, at vit hava ongar ætlanir um at fremja nakað nýtt útbjóðingarumfar, men verandi Open Door skipan heldur fram, tvs. har Jarðfeingi hevur samskifti við møgulig áhugað feløg til at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini. Jarðfeingi ger eisini enn eitt ávíst marknaðararbeiði fyri at hava samskifti við hesi feløgini. Og landsstýrismaðurin helt fram:

Føroyar grønasta landið

- Annars er málið hjá hesum landsstýrinum, onkur sigur kanska  í andsøgn, men munandi øðrvísi. Tað er, at Føroyar kunnu vera tað grønasta landið í tí grøna orkuskiftinum. Vit hava ovmikið av varandi og endurnýggjandi orkukeldum í Føroyum, bæði tær vit kenna í dag og aðrar, sum taka seg upp,  so tað er fremsta mál hjá hesum landsstýrinum, og tí hevur landsstýrið stovnað eitt umhvørvis- og orkumálaráð, har orku- og umhvørvispolitikkurin eisini fer at verða viðgjørdur.

- Men støðan viðvíkjandi kolvetni er, at vit hava ongar ætlanir um nakað útbjóðingarumfar men verandi Open Door skipanin heldur fram.

Meira her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2023

46 Leygardagur 25. februar 2023

Magn methøga oljusølu til útlendsk skip

Hóast oljunýtslan hjá føroyskum húsarhaldum minkar støðugt, nú alsamt fleiri fáa sær hitapumpur ella fjarhita og húsini eru betri bjálvað, so veksur sølan av olju til skip kortini

Leif Hovgaard, sølustjóri hjá Magn
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta  sanna tey hjá Magn, og staðfesta, at sølan av olju til bæði føroysk og útlendsk skip ongantíð hevur verið hægri enn nú.

Talan er í stóran mun um skip, ið fiska í ella nærhendis sjóøki okkara, sum oftast hava heimstað í einum av grannalondunum. Serliga síggjast nógv íslendsk, grønlendsk og norsk skip í føroyskum havnum, har tey bunkra. Størri ferðamannaskipini, sum eru gestir á okkara leiðum í summarmánaðunum, hava eisini valt at bunkra her. 

Økta sølan av olju til útlendsk skip í Føroyum setir eisini aðrar ringar í sjógvin, nú hesi skipini oftani eisini keypa aðrar vørur og tænastur, tá tey eru í føroyskari havn. 

Seinastu árini hava virkisfúsin føroysk vinnulívsfólk gjørt stórar íløgur í nýggj, stór og nútímans fiskavirki, sum veruliga hava evnað at tikið kappingina upp við líknandi virkir í grannalondum okkara. Virki sum Pelagos, Varðin Pelagic, Havsbrún og Pelagic í Kollafirði draga nógv útlendsk skip hendan vegin, og eru tað m.a. hesi skip, sum eisini velja at bunkra her, umframt at keypa aðrar vørur og tænastur. Tá føroyskt vinnulív stendur saman við at bjóða seg fram í altjóða kappingini, røkka vit longst, sigur Leif Hovgaard frá Magn í stuttari viðmerking.

Sølan av olju til útlendsk skip, sum bunkra í Føroyum, er vaksin so mikið nógv seinnu árini, at hon  er um at yvirhála samlaðu føroysku oljunýtsluna á landi. 

Aftrat hesum kemur eisini sølan av olju í útlandinum, sum er nógv vaksin, sambært Leif Hovgaard, sølustjóra hjá Magn. Hendan sølan var fleiri 100 mió. kr. í fjør, tvs. at  fjórða hvør króna, sum Magn selur fyri, verður seld uttanlands, og er hetta nú vorðin ein sera týðandi partur av inntøkugrundarlagnum hjá Magn. Nevnast kann m.a., at føroyska orkufelagið selur ovurhondsstórar nøgdir av dieselolju til Grønlands.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2023

47 Leygardagur 25. februar 2023

Nýggjur og størri drekin til hoyring

Gera umhvørvisárinsmeting av nýggjari royndarverkætlan við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Elfelagið SEV hevur í nøkur ár gjørt royndir við at framleiða el úr sjóvarfalsorku í Vestmannasundi. Talan er um ein dreka, sum ferðast uppi í sjónum. Hesin drekin hevur ein framleiðslumátt upp á 100 kW.

SEV ætlar nú at seta ein nýggjan og væl størri dreka út í Vestmannasund. Nýggi drekin er 9,8 metrar langur, hevur eitt veingjabreiði upp á 12 metrar og vigar 28 tons. Framleiðslumátturin er 1.200 kW, og metta framleiðslan verður millum 3 og 3,5 MWt av elorku um árið.

Drekin verður settur út á 70-100 metra dýpi, og ferðast í eini áttatalsbreyt á einum dýpi millum 35-65 metrar við eini ferð upp á 6-10 m/s. Økið, sum drekin ferðast á, er umleið 55 ferðir 110 metrar.

Í hesum sambandi hevur SEV gjørt eina lýsing av ætlanini og eina meting av, hvørji árin ætlanin kann hava á sjófugl, fisk, havsúgdjór og fiskiskap í Vestmannasundi. 

Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningurin hoyrast. 

Freistin at gera viðmerkingar til árinsmetingina er seks vikur. 

Kelda: Umhvørvisstovan

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2023

48 Leygardagur 25. februar 2023

Stórar upphæddir til avrigging av oljuvinnu - Føroyar kunnu vera við

Roknað verður við, at 373 milliardir krónur fara at verða brúktar komandi 20 árini til avrigging av olju- og gassinstallatiónum í bretska partinum av Norðsjónum

Í grannaoyggjunum Hetlandi raðfesta tey nýggju avriggingarvinnuna - kunnu Føroyar læra av teimum?
SkrivaÐ:

Jan Müller

FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur, hevur hugt at hesum nýggja ídnaðinum fyri at vita, hvørjir møguleikar eru hjá føroyskum vinnulívi at vera við.

[object Object]Jan Müller, stjóri í FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki letur formanninum í Sjóvinnufelagnum, Leif Hovgaard, frágreiðingina um avriggingarvinnuna og møguleikar hjá Føroyum at vera partur av henni

- Heldur enn at flyta stórar gamlar oljupallar til Føroya at taka sundur, kunnu vit taka minni partar av oljuinstallatiónum, ið seta færri krøv til umstøðurnar á landi. Men høvuðsuppgávurnar liggja til havs, og tær kunnu vit eisini vera partur av, stendur millum annað í niðurstøðuni í kanning, sum FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur, hevur gjørt fyri Sjóvinnufelagið við stuðuli frá Vinnuframa. 

[object Object]

Les meira her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2023

49 Leygardagur 25. februar 2023

Hoyvíksvøllur fær graslíki við korkfyllu

Royndirnar við kortfyllu á Argjum og í Norðragøtu eru somikið góðar, at tilmælt verður at leggja sama slag av vølli á Hoyvíksvøll

Hoyvíksvøllur (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tórshavnar býráð góðtók á fundi hóskvøldið eitt tilboð, sum kommunan hevur fingið upp á nýtt graslíki til fótbóltsvøllin í Hoyvík. Talan er um ein vøll av sama slag, sum í fjør varð lagdur inni í Vika á Argjum.

Stórar avbjóðingar hava verið við graslíkinum á Hoyvíksvølli. Í 2020 bleiv staðfest, at vøllurin losar sera illa og hevur hetta serliga tvær fylgjur. Onnur er, at tað flýtur við leysum kunstgrasi kring allan vøllin, og hevur hetta umhvørvisligar fylgjur.

Fyri tað næsta hevur vøllurin losað somikið illa, at tað eru fleiri støð, har onki graslíki er, og gongur hetta út yvir kvalitetin og trygdina hjá teimum, ið brúka vøllin. Í fjørheyst samtykti býráðið at seta 5 milliónir krónur av til vøllin í Hoyvík.

Í 2022 skifti kommunan graslíkið inni í Vika á Argjum. Í hesum førinum er talan um ein umhvørvisvinarligan vøll við korkfyllu, ið er góðkendur av FSF til Betri-deildina.

Royndirnar higartil hava verið góðar, leikararnir dáma væl vøllin, og sjálvt korkið hevur háttað sær væl, bæði tá tað kemur til vind, regn og frost. Hetta er sama slag graslíki, sum er í Norðragøtu, og har hava tey havt góðar royndir við vøllinum síðani 2021.

Sostatt kann út frá 1-2 ára royndum staðfestast, at hesin graslíkisvøllurin við korkfyllu higartil er ein góð loysn.

Kommunan hevur fingið eitt tilboð uppá graslíkistveiting av sama slagi sum inni í Vika. Býráðið skal í dag taka støðu til, um takast skal av tilboðnum, sum bæði mentamálanevndin og fíggjarnevndin taka undir við, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2023

50 Leygardagur 25. februar 2023

Michal ótolnast eftir ríkisborgaraskapinum

Miðvallarin hjá B36 vil fegin kunna koma upp á tal, tá landsliðshópurin móti eitt nú Polandi skal takast út seinni í ár

Michal Przybylski í evropeiskum dysti fyri B36 móti Viborg FF (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Michal Przybylski, fótbóltsspælari hjá B36 vónar nú, at umsókn hansara um at fáa danskan ríkisborgaraskap verður avgreidd í næstum, so hann møguliga kann koma upp á tal, tá Håkan Ericsson, landsliðsvenjari, til sína tíð skal taka út landsliðshópin, sum skal spæla EM-undandystirnar móti føðilandi hansara, Polandi.

25 ára gamli Michal, fastur miðvallari hjá B36, er nú farin at ótolnast yvir longu tíðina tað tekur at fáa hansara umsókn um ríkisborgaraskap viðgjørda.

Við polska miðilin sport.pl hevur hann greitt frá, at hann longu í november 2020 sendi inn umsóknina um at fáa danskan ríkisborgaraskap, fyri at fáa møguleikan at spæla við føroyska landsliðnum.

Hann visti longu tá, at hann kundi rokna við eini bíðitíð á 14 til 16 mánaðir, men enn hevur hann ikki fingið svar.

- Hevði tað verið upp til føroyskar myndugleikar, so hevði eg fingið ríkisborgaraskapin fyri langt síðani. Tey kenna meg her – vita, at eg tosi málið, havi verið gjøgnum alla teirra skúlaskipan og havi føroyskt koyrikort. Men tað er Danmark, sum eigur avgerðina, og tá dregur út, sigur hann við sport.pl, sum svenski fótbóltsmiðilin Fotbollskanalen endurgevur.

Przybylski vónar nú, at hann kann fáa ríkisborgaraskapin í mai, so hann kann gerast aktuellur, tá Håkan Ericsson tekur út hópin til EM-dystirnar móti m.ø. Polandi.

- Løgið. Sum ungur droymdi eg um at spæla við polska landsliðnum. Men nú havi eg búð í Føroyum í 22 ár – eg kom higar sum trý ára gamal. Nú eru Føroyar tað landið, sum eg havi tættast bond til, hóast eg eri polskur, sigur hann við sport.pl.

Pápi Michal, Tomasz Przybylski, kom til Føroya í 1999 at spæla fyri ÍF. Seinni spældi hann við LÍF og síðan við B68 á Toftum, har hann framvegis býr.

Føroyar skulu spæla móti Polandi 7. september á útivølli og 12. oktober heima á Tórsvølli.

[object Object]Sum ungur droymdi hann um polska landsliðið - nú droymir hann um at umboða Føroyar í EM-undandysti móti Polandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2023

51 Leygardagur 25. februar 2023

Nú byrjar fótbólturin aftur av álvara

Sunnudagin byrjar fótbóltsárið við stórsteypadystinum hjá monnum, sum verður millum føroyameistararnar úr KÍ og steypavinnararnar úr Víkingi

Frá steypafinaluni í fjør. Jóannes Bjartalíð er ikki longur partur av KÍ-liðnum. Fær tað ávirkan? Nøkur svar fáast á stórsteypadystinum í morgin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Innsent

Sum vanligt, verður spælt á Tórsvølli, og fyrri stórsteypadysturin í ár er tann hjá monnunum, sum verður nú í morgin klokkan 15 millum KÍ og Víking.

Stórsteypadysturin hjá kvinnunum verður sum um eina viku, leygardagin 4. mars klokkan 17 millum KÍ og NSÍ.

Alt kappingarárið í fjør stóð tað millum KÍ og Víking, og hóast teir úr Gøtu og Leirvík kanska runnu aftaná í landskappingini, so vóru tað teir, ið endaðu á sigurspallinum í ársins seinasta dysti, sum var steypafinalan í november mánaði.

Nú verður so spennandi at síggja, hvussu leikur fer í ársins fyrsta dysti í einum nýggjum kappingarári. At hesi bæði liðini aftur í ár ætla at leggja nógv fyri, er einki at ivast í, men kanska stórsteypadysturin sunnudagin gevur eina ábending um styrki og hegni, nú kappingin stundar til.

Stuðla felagið Hoyr

Sum altíð hava stórsteypadystirnir annað og meira upp á seg enn bara fótbóltin, tí teir verða fyriskipaðir í samstarvi millum Fótbóltssambandið og Lions Club í Føroyum, so eitt vælgerandi endamál verður eisini stuðlað.

Hesaferð verður tað áhugafelagið, Hoyr, ið fær ágóðan frá stórsteypadystunum, men eisini hondbóltsdystunum um Lionsbikarið, sum vóru í september í fjør. At upphæddirnar frá hesum fýra dystum verða lagdar saman, gevur eina upphædd, ið kann gera størri mun, har hon verður latin.

Hoyr, sum hevur 30 ár á baki, er eitt felag, sum í breiðastu merking arbeiðir fyri hoyrnina og at betra dagligu umstøður teirra, ið hava niðursetta hoyrn. Við at upplýsa um trupulleikarnar hjá fólki við niðursettari hoyrn, verður roynt at betra hoyriumstøðurnar.

Stórsteypadystir, menn
2007: B36-HB 1-1 (5-3 eftir brotsspørk)
2008: NSÍ-EB/Streymur 4-0
2009: EB/Streymur-HB 1-3
2010: HB-Víkingur 2-1
2011: HB-EB/Streymur 0-2
2012: B36-EB/Streymur 1-2
2013: EB/Streymur-Víkingur 1-0
2014: HB-Víkingur 1-2
2015: B36-Víkingur 3-3 (3-5 eftir brotsspørk)
2016: B36-Víkingur 0-1
2017: Víkingur-KÍ 2-1
2018: Víkingur-NSÍ 1-1 (3-2 eftir brotsspørk)
2019: HB-B36 1-0
2020: KÍ-HB 1-1 (5-4 eftir brotsspørk)
2021: HB-NSÍ 3-1
2022: KÍ-B36 3-1


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2023

52 Leygardagur 25. februar 2023

TB hevur fingið málmansspurningin upp á pláss

Ungi danin Anders Hoff er leigaður úr AC Horsens - hvalbingurin Allan Müller hevur eisini skrivað undir sáttmála fyri 2023

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

TB hevur fyri stuttum havt ein danskan málverja til royndarvenjing, og 19-ára gamli Anders Hoff vísti seg væl fram við Stóra. Heimasíðan hjá TB skrivar,at tað beinanvegin varð greitt, at her høvdu tey við eitt sera stórt talent at gera.

- Áhugin fyri víðari samstarvi varð alt fyri eitt kveiktur hjá felagnum og í gjár bar so á mál og sáttmálin varð undirskrivaður.

Um unga mannin, ið skal verja TB-málið í ár, skrivar aldursforsetin í føroyskum fótbólti, at Anders er dani, 19 ára gamal, 188 sentimetrar høgur, og kemur úr danska superligafelagnum AC Horsens. Til í januar í ár var han útleigaður til Middelfart, har hann varð umrøddur sum eitt stórt málmanstalent - hetta fekk TB eisini váttað frá fólki í nærumhvørvinum har.

Í tíðarskeiðinum hjá Hoff í Middelfart spældi hann ein dyst við besta liðnum: Ein steypadyst móti lægri liði. Annars er málverjin skrásettur fyri nógvar dystir fyri eykaliðið og U19-liðið hjá AC Horsens, har hann hevur verið triðji málverji hjá besta liðnum. 

Nú skal hann royna seg sum fyrsti málverji hjá TB, ið hevur tikið fetið upp í Betrideildina. Sambært bold.dk er talan um leigusáttmála. Anders Hoff varð fyri einum ári síðani úttikin til danska U-19 landsliðið til ein vinardyst ímóti Ungarn. Hann kom tó ikki á vøllin.

[object Object]
Anders Hoff saman við André Dalfoss, formanni felagsins (Mynd: tb.fo)

Annar málverji hjá TB verður, eins og í fjør, Allan Müller. 27-ára gamli hvalbingurin skrivaði eisini undir sáttmála fyri 2023 undanfarna hóskvøld.

Hann er á Faroesoccer skrásettur fyri 21 dystir fyri barndómsfelagið Hvalba (í 2. deild og í steypakappingini). Í fjør kom hann til TB, har hann spældi fýra dystir í 1. deild. 

- Allan kemur at vera 2. málmaður á besta liðnum, og tað er av alstórum týdningi at hava gott fólk at seta inn, um 1. málmaðurin fer leikbann ella verður skaddur, skrivar tb.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2023

53 Leygardagur 25. februar 2023

AB hevur fingið nýggjan vongspælara úr Finnlandi

20-ára gamli Jacob Gottberg er vinstrabeintur, og hevur royndir úr næstbestu finsku deildini

Talan er um ein spælara, sum avgjørt ikki er bangin fyri at bjóða av, skrivar AB millum annað um nýggja spælaran, sum er skrásettur fyri 36 dystir í næstbestu finsku deildini (Mynd: argjaboltfelag.com)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Betrideildarhópurin hjá AB fyri 2023 nærkast sínum endaliga skapi. Hetta kundi Argja Bóltfelag kunngera farna vikuskifti í sambandi við, at Jacob Gottberg úr Finnlandi varð kunngjørdur sum nýggjur í felagnum.

Talan er um 20-ára gamlan vinstrabeintan vong, sum hevur spælt yvir 30 dystir í næstbestu finsku deildini. Seinnu hálvu av 2021 royndi Jacob Gottberg seg eisini í svenskum fótbólti.

Tað at hann kemur inn í hópin nú, hongur saman við at AB hevur mist onkrar av álopskendu leikarunum frá 2023, og at danski profilurin Marius Kryger Lindh, ið bert spældi tveir dystir í seinasta triðingi í fjør, framhaldandi er darvaður av skaða

- Við frágongdini í vetur og skaðastøðuni hjá Mariusi Kryger Lindh í huga, hevur tað verið eitt ynski hjá venjara okkara, Henrik Larsen, at fáa ein nýggjan vongspælara til hópin, og hesin styrkurin er nú funnin í Jacobi Gottberg, skrivar ab.fo.

Finnin var fyri fyrstu ferð at síggja í AB-blusuni í venjingardysti ímóti B71 leygardagin. AB vann dystin 2-1 - Ragnar Skála skoraði bæði málini.

- Til tíðir vísti Jacob glottar við sínum kvikleika og góða vinstra beini. Talan er um ein spælara, sum avgjørt ikki er bangin fyri at bjóða av.

Sáttmálin millum AB og unga finnan er galdandi fyri kappingarárið 2023. AB endaði í fjør nummar átta í Betrideildini við 29 stigum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2023

54 Leygardagur 25. februar 2023

Jan tekur eitt tørn afturat við barndómsfelagnum

Uppflytarin hevur nú fingið ein týðandi sáttmála uppá pláss: 32-ára gamli vinstrabeinti miðverjin fer undir sítt sekstanda ár á besta liðnum hjá ÍF, og kann koma uppum 300 Betrideildar-dystir í ár

Jan Ellingsgaard í einum av sínum mongu grannauppgerðum (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

ÍF hevur í ár eitt lið, har fleiri spælarar ikki eru so vanir at spæla í Betrideildini. Tá hevur tað nógv at siga, at hava nakrar royndar spælarar í hópinum, og í kvøld kann ÍF kunngerða, at ein av teimum lokalu við einari rúgvu av dystum á hægsta støði hevur skrivað undir:

- Tað er við stórari gleði vit kunngerða, at Jan Ólavsson Ellingsgaard, hevur valt at taka enn eitt ár í fremstu røð. Vit hava fleiri ungar leikarar á veg, og er tað tí sera umráðandi, at teir hava onkran, at stuðla seg uppat. Har er Jan ein av okkara allar royndastu leikarum. Hann er á faroesoccer skrásettur at hava leikt heili 396 dystir síðani 2006.

Jan Ellingsgaard hevur vant partvíst við í vetur og verið við til nakrar venjingardystir, men ein ávís óvissa hevur verið um, hvørt 32-ára gamli fór at spæla á hægsta støði ella ikki. Nú er tann ivin skúgvaður til viks.

[object Object]
Jan Ellingsgaard saman við Georges Rouah, eftir at nýggi sáttmálin millum partarnar er undirskrivaður (Mynd: ÍF)

Jan hevur fyriuttan eitt kappingarár bert umboðað barndómsfelagið ÍF í Føroyum. Tað var í 2017, tá verjuspælarin royndi seg í NSÍ, og gjørdist steypavinnari har. Annars hevur fuglfirðingurin verið á besta liðnum hjá ÍF í 15 ár, og hevur samanlagt spælt 283 dystir í Betrideildini, umframt 29 í steypakappingini og sjey í Europa League.

Jan Ellingsgaard er upprunaliga vinstri vongur og vinstri bakkur, men hevur síðsti árini spælt mest í miðverjuni, umframt at hann eisini hevur roynt seg sum áleypara. Talan er um tekniskt sterkan spælara, sum eisini er góður í luftspælinum og er vandamikil í samband við millum annað deyðbóltsstøður. Royndi fuglfirðingurin er samanlagt skrásettur fyri 68 mál.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2023

55 Leygardagur 25. februar 2023

FSF: Søguligt starvsnevndarval

Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen vórðu vald í starvsnevndina hjá Fótbóltssambandi Føroya, tá árligi aðalfundurin hjá FSF varð hildin farna leygardag. Fyri fyrstu ferð, síðan felagsskapurin varð settur á stovn í 1979, eru tvær kvinnur í starvsnevndini, sum nú telur sjey fólk

(Mynd: Hans Erik Danielsen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Talan gjørdist um eitt søguligt val, tá val til starvsnevndina hjá Fótbóltssambandi Føroya var á skránni á árliga aðalfundinum farna leygardag.

Níggju fólk stillaðu upp til teir tríggjar sessirnar, ið skuldu mannast, og tá avtornaði, vórðu Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen vald.

Tað merkir, at fyri fyrstu ferð, síðan felagsskapurin varð settur á stovn í 1979, eru tvær kvinnur í starvsnevndini, sum nú telur sjey fólk.

Starvsnevndin hjá FSF er nú mannað soleiðis: Christian Andreasen, forseti, Róin Schrøter, varaforseti, Rúni Herup Olsen, Fríðin Ziskason, Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2023

56 Leygardagur 25. februar 2023

B36 fær sína fyrstu forkvinnu

Marita Debess Magnussen er nýggj forkvinna í B36. Felagið hevði í vikuni aðalfund, har Jákup Mørk takkaði fyri seg sum formaður í árstalsfelagnum

(Mynd: B36)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ovasta leiðslan í B36 er nú kvinnur. Tað er greitt eftir aðalfund sum var í B36-húsinum mikukvøldið. Nýggja forkvinnan í B36 er Marita Debess Magnussen.

Nógv fólk vóru møtt til fundin, og B36 sigur, at tað møguliga er met uppmøting. 

Formaðurin, Jákup Mørk legði roknskapin fram og hann varð góðkendur. B36 kom út við einum lítlum yvirskoti í fjør.

Formaðurin, Jákup Mørk, kassameistarin, Símun Grønadal og nevndarlimurin, Høgni í Jákupsstovu ynsktu at takka fyri seg. Súsanna Maria Hansen stóð fyri vali, men tók við afturvali. Poul Rói Mohr, Sigurd Rasmussen og Marita Debess Magnussen bjóðaðu seg fram og vórðu einmælt vald av aðalfundinum. 

Nýggja nevndin skipaði seg, og greitt er, at nýggja forkvinnan er Marita Debess Magnussenn, og nýggja næstforkvinnan er Súsanna Maria Hansen.

Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis: Marita Debess Magnussen, forkvinna, Súsanna Maria Hansen, næstforkvinna, Dánjal Petersen, kassameistari, Sigurd Rasmussen, skrivari, Bogi Petursson Nielsen, Maj-Britt Hellisdal, Poul Rói Mohr, nevndarlimir og Jóhann í Króki, umboð fyri ungdómsnevndina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2023

57 Leygardagur 25. februar 2023

ÍF hevði 550.000 krónur í yvirskoti í 2022

Í Fuglafirði er nevndarval á heysti, og harvið er tað og góðkenningin av ársrokniskapinum er fyri seg. Hendan leistin heldur ÍF hevði verið øðrum føroyskum feløgum til gagns

- Hetta má sigast at vera eitt sera gott úrslit, tá havast má í hugað, at felagið hevur havt eitt ár í 1. deild, har ið stuðulin frá FSF er lægri, og tað annars ikki er líkað lætt at skaffa stuðlar, skrivar ÍF. Her sæst formaðurin, Georges Rouah (Mynd: ÍF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Sum flest onnur ítróttarfeløg, so hevur ÍF eisini aðalfund í hesum døgum. Í mun til tey flestu, so er høvuðsmálið á skrá, góðkenning av ársrokniskapinum. Nevndarvalið er av praktiskum orsøkum á heysti, soleiðis at ein møgulig nýggj nevnd, kann verða við til at fyrireika eitt komandi kappingarár frá grundini.

Hetta skrivar ÍF á Facebook-síðu sínari, í samband við at aðalfundurin hjá felagnum var í gjárkvøldið.

Har var einki nevndarval - eitt slíkt var í ÍF-húsinum í heyst og verður aftur næsta heyst. Praktisku fyrimunirnir við hesum eru stórur, vísir felagið á og skrivar, at hesin leistur er ein, ið fleiri av hinum fótbóltsfeløgunum áttu at tikið við læru av. So vóru øll feløgini millum annað nógv betri klædd til ein aðalfund hjá FSF, sum er miðskeiðis í februar.

Stórt yvirskot

ÍF skrivar, at fitt av fólkið var møtt til aðalfundin mikukvøldið, og huglagið var sera gott. Tað er ikki løgið, at lagið var so gott, tí roknispaurin fyri 2022 vísti eitt úrslit á pluss góðar 550.000 krónur.

- Hetta má sigast at vera eitt sera gott úrslit, tá havast má í hugað, at felagið hevur havt eitt ár í 1. Deild, har ið stuðulin frá FSF er lægri, og tað annars ikki er líkað lætt at skaffa stuðlar.

Tað eru sjálvandi ikki eins nógvar útreiðslur, tá besta mansliðið ikki er í Betrideildini, men í Fuglafirði er gongdin hjá nevndini greið, og felagið er so gott sum skuldarfrítt, nú farið verður undir nýtt kappingarár.

Á fundinum vóru eisini frágreiðingar frá formanninum í høvuðsnevndini, Georges  Rouah, og formanninum í ungdómsnevndini Jonn Sólheim Thomsen.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2023

58 Leygardagur 25. februar 2023

Hondbóltur, kvinnur: H71 og Kyndil í finaluni annað árið á rað

Neistin vann í Hoyvík, men samanlagt gjørdist tað ikki tann stóri spenningurin í hálvfinalunum

H71 vann samanlagt trygt á Neistanum og skal í dag royna at løna Kyndli finaluósigurin frá í fjør aftur (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Farna leygarkvøld vórðu seinnu steypahálvfinalurnar hjá kvinnunum spældar, og sum væntað gjørdu H71 og Kyndil arbeiðið liðugt.

Gamaní tapti H71 fyri Neistanum á heimavølli, men í steðginum var tað +4 til heimaliðið, og hoyvíkskvinnur vunnu fyrru halvfinaluna við níggju málum, so tað var ongantíð nakar vandi á ferð.

Oddaliðið í SMS-deildini skal í dag royna at løna finaluósigurin frá í fjør aftur. Tá var Kyndil omaná, og tær grønkløddu úr Havn eru aftur í finaluni í ár. 

Kyndil hevði vunnið fyrru hálvfinaluna í Klaksvík, við fýra málum, og Stjørnan var ongantíð nær við at gera tað heilt spennandi á Hálsi farna leygardag.

[object Object]Kyndil legði grundarlagið við fýra-máls sigrinum í Klaksvík mikukvøldið (Mynd: EPA)

Seinnu hálvfinalurnar hjá kvinnunum

Kyndil - Stjørnan 23-20 (14-9) - Kyndil vann við samanlagt sjey málum

H71 - Neistin 28-29 (18-14) - H71 vann við samanlagt átta málum 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2023

59 Leygardagur 25. februar 2023

KÍF í sínari fyrstu steypafinalu síðani 2014 - møta H71 í dag

Kollfirðingar vóru sannførandi í seinna hálvleiki móti StÍF, og vunnu við samanlagt sjey málum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinna hálvfinalan, menn:

KÍF - StÍF 31-22 (15-15) 58-51 samanlagt
Toppskjútti: Vuk Stevanovic, 9 mál

Tað var ógvuliga tætt og inntenst í fyrra hálvleiki í Kollafirði farna leygardag, har StÍF megnaði at halda fast í tvey-málsleiðsluni frá fyrra dystinum.

Hetta hóast KÍF ofta hevði eina leiðslu á eitt mál og kundi koma uppá tvey - og harvið null samanlagt - kollfirðingar gjørdu tó ov nógvar tekniskar villur: Fleiri bóltar vórðu kastaðir vekk, og StÍF revsaði væl. KÍF hevði eisini trupult við at steðga Bjarna í Selvindi, Milenko kom ikki í gongd í málinum, og Pætur Barclay kundi í síðstu sekundunum javnað til 15-15 við StÍF við flottum skrúara.

Seinni hálvleikur var ein onnur søga: StÍF skoraði ikki fyrstu ellivu minuttirnar eftir steðgin, og Milenko og KÍF-verjan stóðu sum heild frálíkt í seinna hálvleiki.

KÍF kom avstað, men tað var framvegis heilt spennandi leingi. Frá átta og ein hálvur minuttir restaðu í, og fimm og ein hálvan minutt fram skoraðu kollfirðingar fimm ferðir, og StÍF ikki einaferð. So var munurin sjey mál á degnum, fimm mál samanlagt, og KÍF økti eisini.

Høllin í Kollafirði kókaði sum tað gjørdist greitt, at KÍF fór at koma í sína fyrstu steypafinalu síðani 2014. Ein sterkur seinni hálvleikur í seinnu hálvfinaluni tryggjaði hetta. KÍF hevur einaferð áður vunnið steypakappingina - tað var fyri tíggju árum síðani móti júst StÍF.

Sí myndir her

[object Object]
Rói Ellefsen á Skipagøtu í skotroynd (Mynd: Sverri Egholm)


H71 knógvaði vestmenningum

Seinna hálvfinalan, menn:

H71 - VÍF 32-27 (14-14)
Toppskjúttar: Rói Ellefsen á Skipagøtu og Filip Jojic 11 mál

Tað verður H71, sum skal spæla móti KÍF í steypafinaluni í dag.

Hetta gjørdist greitt í seinnu hálvfinaluni móti VÍF farna leygarkvøld.

Vestmenningar byrjaðu væl betri í Hoyvík, og var á odda við fýra málum, tá tíggju minuttir vóru spældir, og eisini eftir 16 minuttir.

Síðani fór spælið hjá hoyvíkingum at koyra betri, og Pauli Jacobsen og verjan fingu tak á betri tak á vestmenningum - í steðginum var javnleikur.

Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men so byrjaðo H71 at fara frá, og serliga Rói Ellefsen á Skipagøtu var eyðsýndur í álopsspælinum. Hann skoraði samanlagt ellivu mál - sama tal sum Filip Jojic.

Hjá Jojic og liðfeløgunum rakk hetta tó ikki til finalupláss, tí heimaliðið hevði tak á støðuni, og spældi seg í sjeyndu steypafinaluna uppá átta ár.

Menninir hjá H71 hava lyft steypið seinastu trý árini - og seks ferðir samanlagt - spurningurin er so, um tað eydnast aftur hesaferð.

Sí myndir her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2023

60 Leygardagur 25. februar 2023

Her er yvirlit yvir finalurnar í vikuskiftinum

19 steypafinalur skulu spælast í Høllini á Hálsi hetta vikuskiftið - byrjað varð í gjárkvøldið við U16-finalunum, og síðsta finalan byrjar sunnukvøldið klokkan 19

Menninir og kvinnurnar hjá H71 eru fjórða árið á rað í steypafinaluni, og felagið úr Hoyvík er sum vant tað besta umboðaða (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Um vikuskiftið er Høllin á Hálsi, og serstaka gólvið, karmur um eina rúgvu av spennandi hondbóltsdystum.

Talan er um stóra steypafinaluvikuskifti, har vaksnamannafinalurnar leygarkvøldið eru hæddarpunktið, og har flest áskoðarar eru, men har 32 ungdómslið, umframt Eydnudeildin eisini skulu royna seg.

Finalurnar í U16 vórðu avgreiddar í gjárkvøldið. Gentufinalan var millum Kyndil og VÍF og dreingjafinalan var millum Neistan og H71

Skráin fyri steypafinaluvikuskifti:

Leygardagin 25. februar:
09.00: Dreingir 10B EB a – Kyndil c
09.40: Gentur 12B Søljan – H71 c
10.30: Dreingir 12B Neistin b – KÍF
11.20: Gentur 10A StÍF a – H71 a
12.00: Dreingir 10A VÍF a – Team Klaksvík
12.40: Gentur 10B VB a – VÍF c
13.20: Gentur 12A H71 a – Neistin a
14.20: Dreingir 12A Kyndil a – H71 a
16.30: Kvinnur H71 – Kyndil
19.00: Menn H71 – KÍF

Sunnudagin 26. februar
12.50: Eydnudeildin
13.30: Gentur 14B H71 b – VB
14.30: Dreingir 14B VÍF – KÍF
15.30: Gentur 14A Neistin – VÍF
16.30: Dreingir 14A Neistin a – Kyndil a
17.30: Gentur 18 H71 – Neistin
19.00: Dreingir 18 VÍF – H71

H71 er best umboða við tíggju liðum, men trý onnur feløg hava fimm ella fleiri lið við í steypafinaluvikuskiftinum - VÍF, Neistin og Kyndil - og samanlagt eru tíggju feløg umboðað. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2023

61 Leygardagur 25. februar 2023

Steypafinala í Eydnudeildini sunnudagin

Um vikuskiftið verða steypafinalur í Høllini á Hálsi, og sunnudagin verður finalan í Eydnudeildini

(Savnsmynd: Eydnudeildin)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Um vikuskiftið verða steypafinalur í Høllini á Hálsi í Havn, og millum finalurnar, sum verða á skrá, er finala í Eydnudeildini.

Eydnudeildin, sum er fyri børn og ung, sum hava ymiskar avbjóðingar og tí ikki megna at venja hondbólt í vanligu feløgunum, bleiv sett á stovn í mars 2018, og nú, fimm ár seinni, hevur hon trý hondbóltslið í Føroyum.

Lundapisurnar, sum venja í Kollafirði hava tvey lið í steypafinaluni, Svanarnir, sum venja í Vági hava eitt lið við, og Músabrøðurnir, sum venja í Klaksvík hava eitt lið til finaluna.

– Við Eydnudeild hava tey fingið ein nýggjan møguleika. Ein møguleika at luttaka í einum sosialum felagskapi, sum tekur atlit til einstaka hondbóltsspælaran. Tey sleppa at verða júst tann, tey eru, og fáa avbjóðingar, sum eru við til at menna tey á fleiri økjum - rørsluliga, sosialt og ikki minst persónliga, skrivar Eydnudeildin.

Eydnudeildin spælir steypafinalu sunnudagin klokkan 12.50. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2023

62 Leygardagur 25. februar 2023

Flogbóltur, kvinnur: SÍ og Fleyr í steypafinaluni

SÍ hevur spælt seg í sína fimtu steypafinalu á rað eftir spennandi javnbrótara móti TB. Ternan gav Fleyr mótstøðu, men tapti 3-0

 
SkrivaÐ:

Innsent

SÍ í steypafinaluni eftir 5-settara ímóti TB

Hálvfinala, kvinnur:
SÍ – TB 3-2 (25-20, 19-25, 20-25, 25-17, 15-12)

SÍ hevur spælt seg í sína fimtu steypafinalu á rað, men tað var um hár gjørt, at tað ikki heldur gjørdist TB, sum var frammanfyri 7-3 í javnbrótaranum, men SÍ kom afturíaftur og vann 15-12.

SÍ hevði eisini vunnið fyrsta settið 25-20, eftir at TB hevði verið á odda 12-10, men so kom stígur í, og SÍ vann seg avgerandi framum.

Í øðrum setti var javnt við 18-18, men við góðum blokki, verju og eisini servum frá Sólvá Dimon vann TB fimm stig á rað og settið 25-19.

TB mundi lorkað sær triðja settið av hondum, tá SÍ javnaði til 19-19, eftir at hava verið frammanfyri 19-15, men TB fótaði sær aftur og vann 25-20.

Ein ørkymlaður Rajko Petrovic bað um leikbrá fyri SÍ, eftir at greiða 8-4 leiðslan var farin fyri skeytið og TB hevði lagt seg framum 9-8. Talan hjá venjaranum tóktist at rigga, og skjótt fór SÍ framumaftur 14-10, og við einum serviessi frá Paulu Nattestad Joensen vann SÍ settið 25-17.  

Í javnbrótaranum legði TB fyri sum eitt óløgi og vann seg framum 5-1 og 7-3, men fimm bóltar seinni var SÍ frammanfyri 8-7. TB fór tó framumaftur 12-10, men við ukrainsku Svitlana Shvanska á odda javnnaði SÍ til 10-10. Við sínum hørðu servum legði hon stórt trýst á TB, og við essi gjørdi hon tað til 12-10, og við enn einum serviessi, var tað Sissal Ellevsdóttir sum gjørdi tað til 15-12, sum sendi SÍ í finaluna.

Ternan hekk í móti Fleyr í fyrsta setti

Hálvfinala, kvinnur:
Fleyr – Ternan 3-0 (25-20, 25-17, 25-12)

Eftir tryggan 3-0 sigur á Ternuni hava kvinnurnar hjá Fleyr spælt seg í steypafinaluna í flogbólti.

Veruligur spenningur var bara í fyrsta setti, tá Ternan kom afturíaftur og javnaði til 15-15, eftir at hava verið aftanfyri 6-0, og har tað serliga var Birgit Guttensen, sum hevði vunnið Ternuni nógv stig. Ternan legði seg eisini á odda 19-16, men so svaraði Fleyr aftur og vann seks bóltar á rað og fór framum 22-19, áðrenn settið var vunnið 25-20.

Í øðrum setti gekk javnt á til 8-8, men so dró Fleyr frá og legði seg framum 14-9. Hóast Ternan minkaði um munin og kom upp á 15-17, so var spenningurin stokkutur, tí Ternan vann bara tvey stig aftrat og tapti settið 17-25.

Ternan fekk ikki bilbugt við góðu servurnar hjá Fleyr, sum legði seg á odda 4-0 í triðja setti. Trupult var at gera nakað við smassjini hjá serliga Iuliiu Kuvshinova, og 10-5 gjørdist til 20-10, og meira var ikki eftir í Ternuni. Dystarbóltin avgjørdi Emma Michala Sannino við einum serviessi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2023

63 Leygardagur 25. februar 2023

Sarah fer nú í boksiringin aftur

Ein sigur móti ungum týskara kann geva atgongd til nýggjan HM-dyst

Sarah Mahfoud skal í kvøld boksa sín fyrsta dyst síðan hon misti HM-beltið til Amanda Serrano í september (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í kvøld skipar Bettina Palle fyri stórari boksistevnu í Musikteatret Albertslund í Danmark. Og ein av fleiri boksarum, sum eru á skránni, er føroyska Sarah Mahfoud, ið nú skal royna seg aftur fyri fyrstu ferð síðan hon misti HM-heiti sítt seinasta heyst.

Hetta er fyrsta stig hennara aftur ímóti hægstu boksitindum. Tað snýr seg um at vinna sær stig aftur á styrkilistunum

Sarah Mahfoud hevur boksað 12 dystir sum professionell og vunnið teir 11. Tapið kom í Manchester 24. september í fjør, tá fleiri HM heiti stóðu upp á spæl. Men tá møtti Sarah Mahfoud eisini nógv sterkari mótstøðu, enn hon fyrr hevur møtt. Og boksistjørnan Amanda Serrano vann greitt.

Leygardagin skal Sarah boksa móti Lara Ochmann úr Týsklandi. Hon hevur boksað 10 dystir og vunnið teir 9, harav fýra eru avgjørdir fyri tíð.

Lara Ochmann er 23 ára gomul og sostatt 10 ár yngri enn Sarah Mahfoud.

Tær báðar skulu boksa um sokallaða ‘Silver Championship’ hjá WBC boksisamgonguni. Hetta heitið gevur góðan møguleika fyri at fáa ein stóran meistaraskapsdyst hjá stóru heimsumfatandi boksisamgonguni við høvuðsstøð í Meksiko býi, skrivar Bettina Palle í tíðindaskrivi undan stóru boksistevnuni í Albertslund, sum byrjar leygarkvøldið klokkan 19 danska tíð. Fleiri dystir eru á skránni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2023

64 Leygardagur 25. februar 2023

Flogbóltur, menn: Mjølnir og SÍ í finaluni

Mjølnir vendi 0-2 til 3-2 móti ÍF - SÍ vann eftir dramatiskan 5-ssettara móti Fleyr

 
SkrivaÐ:

Innsent

Hálvfinala, menn:
ÍF – Mjølnir 2-3 (26-24, 25-21, 15-25, 22-25, 09-15)

Fyri fimtu ferð á rað verður Mjølnir partur av steypafinaluni hjá monnum, har teir skulu spæla ímoti SÍ. Men Mjølnir var heilt úti á eggini og vendi, áðrenn sigurin kom til høldar.

Flogbóltur, menn: Mjølnir og SÍ í finaluni

Mjølnir vendi 0-2 til 3-2 móti ÍF - SÍ vann eftir dramatiskan 5-ssettara móti Fleyr

Hóast ÍF vann tey bæði fyrstu settini, so tóktist sum um, at dysturin var langt frá avgjørdur, tí Mjølnir átti at eiga meira í sær, enn liðið hevði víst í teimum báðum fyrstu settunum.

Og Mjølnir kom eisini afturíaftur, og vann sannførandi triðja settið 25-19. 

Í fjórða setti legði ÍF seg framum 16-15, men Mjølnir fór framumaftur 23-17, og so gjørdist settið ongantíð veruliga spennandi. 

Í javnbrótaranum fall avgerðin skjótt. Mjølnir legði seg á odda 10-3, og tá vendist sjáldan aftur hjá tí sum er aftanfyri, tó at ÍF kom upp á 8-12. Síðstu servuna átti Jóhan Arni Elisson Wang, og hana megnaði ÍF ikki at gera nakað við, og so vann Mjølnir 15-9 og dystin 3-2.  

Dramatiskur 5-settari millum SÍ og Fleyr

Hálvfinala, menn:
SÍ – Fleyr 3-2 (25-22, 23-25, 20-25, 25-23, 15-12)

Lagið í Sørvági var avbera gott leygarkvøldið eftir at bæði mennir og kvinnurnar megnaðu at spæla eg steypafinalurnar. Leygardagin vunnu kvinnurnar 3-2 á TB og leygarkvøldið vunnu menninir 3-2 á Fleyr.

Eftir at SÍ hevði vunnið fyrsta settið 25-22, vann Fleyr annað og triðja, og var eisini væl á veg at vinna tað fjórða, tá tað legði seg á odda 11-5. Men SÍ kom afturíaftur og javnaði til 16-16. Fleyr vann seg framumaftur 20-17, men SÍ javnaði aftur til 20-20, og fór framum og vann settið 25-23 við einum smassji frá Bjarna Joensen.

Og so skuldi slagið avgerast í javnbrótaranum. Støðan gjørdist 6-6 og síðan 10-10,  tá SÍ fór tvey stig framum og fekk dystarbólt við 14-12. Tá mundi SÍ lorkað tað burtur, tí teir høvdu sett skeivan mann at serva, men teir bjargaðu støðuni áðrenn skaðin hendi, og so servaði Bjarni, og blokkurin við Tóka í Haraldstovu og Juliani Vest Niclasen beindi smassjið frá Fleyr í gólvið til 15-12, og so var SÍ í steypafinaluni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2023

65 Leygardagur 25. februar 2023

Eiðis bóltfelag 110 ár

Tað var 24. februar í 1913, at “Ejde Fodboldklub” - seinni Eiðis bóltfelag - varð sett á stovn. Fyrsta ítróttarfelag í Eysturoynni var veruleiki

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Martin Kristoffur Kristiansen

Í samband við at Eiðis bóltfelag í ár verður 110 ára gamalt eru hesi orð fest á blað.

Byrjanin
Um aldarskiftið 1900 hevði fótbóltur fest røtur í flestu londum heimsins, og Føroyar vóru einki undantak í so máta. Í 1892 settu tvørámenn á stovn “Tværø Boldklub”, sum var fyrsta fótbóltsfelag í landinum. Nøkur ár eftir hetta, vóru feløg eisini sett á stovn í Tórshavn og í Klaksvík. 

Nú gongur leiðin til Eiðis – nøkur ár seinni. Í 1913 búðu tað góð 500 fólk á Eiði. Her vóru ómetaliga góðar umstøður at rógva út, og tí vaks fólkatalið støðugt í vøkru landnámsbygdini. Tað var júst í 1913, at fótbóltsfelag var sett á stovn á Eiði. Tað var 24. februar í 1913, at “Ejde Fodboldklub” – seinni Eiðis bóltfelag –  varð sett á stovn. Fyrsta ítróttarfelag í Eysturoynni var nú veruleiki.

[object Object]Handilsmaðurin Oliver Øster var fyrsti formaður felagsins

Fyrstu tíðina var eingin vøllur at spæla á, og tí var hetta fremsta mál felagsins. Fyriskipararnir leigaðu eitt hagastykki á Mølini fyri seks krónur um árið. Undirtøkan fyri felagnum var stór, og tað var skjótt, at limatalið lá um 40 fólk.

Í 1914 var limagjaldið sett til tríggjar krónur fyri virknar og eina krónu fyri óvirknar limir – um árið. Hvørjum virknum limi varð harumframt álagt, at arbeiða upp á vøllin tíggju dagar um árið í nakrar vetrar. Sum tíðin leið tók vøllurin skap, tó at hann var í minna lagið. Tí bar ikki til at leika við 11 monnum á hvørjum liði. Fyrsti dysturin var leiktur í 1916. Tað vóru fuglfirðingar, sum komu norð at royna seg ímóti eiðismonnum. Avtala var, at leikast skuldi við níggju monnum á hvørjum liði. Vøllurin á mølini stóð annars liðugur í 1967.

16. februar í 1916 helt felagið sín fyrsta regluliga aðalfund, og tá varð nýggj felagslóg samtykt.

Nevndin varð skipað við Oliver Øster sum formanni og Hans Jacob Joensen sum kassameistara. Hinir í nevndini vóru: Gudmund Effersøe, Anton Ellingsgaard, Olaf Ellingsgaard og Johan Hendrik Hansen. 

[object Object]EB 1939. standandi frá vinstru: Gunnar Andreasen, Arnold Ellingsgaard, Óli Egilstrøð, Simun Elias Kristiansen, Neli Nielsen, Sigurður Júliusson (venjari). 
Húkandi frá vinstru: Louis Andreasen, Óli Festirstein, Andreas Larsen, Poul Johannes Festirstein, Jens Tonny Kruse, Martin Kruse.

Fyrstu nógvu árini vóru dystir leiktir ímóti leirvíkingum, gøtumonnum og fuglfirðingum. Tað var ikki fyrrenn undir krígnum, at eiðismenn fóru til Havnar og Klaksvíkar at spæla. Fótbóltsliðið hjá EB spældi aldrin í bestu deildini.

[object Object]EB 1977. Hetta var fyrstu fer, at stuðul var at síggja á blusunum. Frá vinstru:
Fyrsta rað: Petur Kruse, Edvard Pauli Ejdesgaard, Rasmus Joensen, Nikkel Nielsen, Hans Egil Joensen.
Seinna rað: Jóan Petur Kristiansen, Regin Ellingsgaard, Olaf Frits Joensen, Bergur Johannesen.
Triðja rað: Sverri Ellingsgaard, Tóri Jacobsen, Kári Mørkøre, Torbjørn Ellingsgaard. 

Hondbólturin tekur yvir og tað ógloymandi árið

Sum 1940’árini gingu, gjørdist Eiði meir hondbóltsbygd enn fótbóltsbygd. Tað var í 1945, at gøtumaðurin Andreas Thomsen, sum var lærari í bygdini, lærdi ungdómin at spæla hondbólt.
Fyrsta landskappingin í hondbólti var á skránni í 1943, men tað var ikki fyrrenn í 1947, at EB meldaði tvey kvinnulið til kappingina. Sigast má, at Thomsen dugdi væl at læra frá sær, tí eiðiskvinnurnar gjørdu ikki mætari enn at vinna FM í báðum deildum fyrsta árið. 

[object Object]EB føroyameistari í 1947. Frá vinstru: Berlina Ejdesgaard, Edely Joensen, Lydia Ellingsgaard, Asdrid Ellingsgaard, Anna Abrahamsen, Ása Ellingsgaard og Johanna Karolina Jacobsen. 

Finaludagurin gjørdist ein ógloymandi hátíðardagur fyri EB leikararnar. Meðan tær fyrireikaðu seg til dystin, búðu tær á Háskúlanum.

Finaluliðini bæði, EB og Vípan av Sandi, gingu skrúðgongu niðan í Gundadal, har nýggjur hondbóltsvøllur var bygdur. Nógv fólk vóru savnað at hyggja eftir finaluni, sum endaði 7-3 til EB. Vípan vann FM í 1944, og genturnar heiman av Sandi sóu seg tí helst sum favorittar til dystin, men eiðiskvinnur vildu tað øðrvísi. Meistaraheitið í 1947 er higartil einasta FM heitið hjá EB í bestu deild, bæði í hondbólti og fótbólti.

[object Object]Mæta 2. deildarliðið hjá EB vann FM-heitið í 1947, 1948 og 1949. Aftast f.v. Anna Jacobina Joensen og Anna Elisabeth. Poulsen. Fremst f.v: Jørgina Joensen, Solveig Jacobsen, Lena Ellingsgaard, Hjørdis Kruse og Hildigarð Festirstein.

Liðini í 2. deild vunnu fleiri meistaraheiti í hondbólti næstu árini. Kvinnurnar vunnu FM í 1947, 1948, 1949, 1973 og 1974. Menninir vunnu í 1969 og 1976.

Minkandi virksemi
Í 1972 varð nýggjur asfalteraður hondbóltsvøllur gjørdur við skúlan á Eiði.
Um sama mundi, byrjaðu ítróttarhallir at stinga seg upp ymsastaðni í Føroyum og hondbóltur gjørdist ein innandurðaítróttur. So við og við minkaði hondbóltvirksemið hjá felagnum, til hondbólturin at enda datt burtur í einki. Hjá fótbóltsliðunum var langt ímillum snapsarnar, tó at onkur glotti var at hóma. Í 1980’árunum var kvinnufótbóltur skipaður í Føroyum, og kvinnuliðið hjá EB var ofta at finna í bestu deildini.

3. deildarliðið hjá monnum vann FM í fótbólti í 1985 og eitt u-16 lið vann FM í 1992, umframt at gentulið í fótbólti eisini vann tvey meistaraheiti í 1990’árunum.

Upp til dagin í dag
Hóast einki skipað virksemi innan hondbólt í nógv ár, brann hondbóltsáhugin hjá eiðisfólki altíð heitur. Tá ið  ítróttarhøllin loksins stóð klár í 2003, skuldi ikki ganga long tíð áðrenn aftur varð farið í holt við at fáa søguríka felagið uppaftur á beinini. Byrjast mátti sjálvsagt í smáum, men innan stutta tíð vóru bæði dreingja – og gentulið mannaði í ymiskar aldursbólkar, umframt lið hjá monnum og kvinnum í 2. deild. 

[object Object]

Nú vit skriva 2023 er Eiðis bóltfelag eitt hondbóltsfelag burturav og kvinnuliðið er aftur at síggja í bestu deildini. Tað hevur við sær ekkó úr bestu tíð felagsins, nú aldurforestin í Eysturoynni, við sera ríku søgu sínari er vorðin 110 ára gamal. Eiðis kommuna ynskir EB hjartaliga tillukku við runda degnum.   

Keldur: eb.fo og hvannrok.fo
Skrivað: Martin Kristoffur Kristiansen / eidi.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2023

66 Leygardagur 25. februar 2023

Tvøroyrar Borðtennisfelag 75 ár

Gjøgnumgongd av søguni hjá TBF og borðtennisítróttini á Tvøroyri og í Føroyum

Systrarnar Anna og Rakul Mikkjalsdóttir avmyndaðar á oyggjaleikunum í Gibraltar í 2019 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Innsent

Byrjan

Upprunin til borðtennis á Tvøroyri og í Føroyum sum heild vóru Thorolf  Dam og Sverre Midjord. Thorolf sigur sjálvur, at hann lærdi at spæla borðtennis á kostskúlanum í Danmark, har hann búði, tá hann gekk á studentaskúla.

Heimafturkomin til Tvøroyrar, tosaði Thorolf við fólk um, at tað hevði verið stuttligt at gjørt eitt borðtennisfelag á Tvøroyri. Tá hevði verið spælt borðtennis eina tíð í Losjuni.

Eftir at  borðtennis hevði ligið stilt, tók áhugin seg uppaftur. Ib Haurits kom ofta til Thorolf og segði, at tað hevði verið stuttligt at farið at spælt borðtennis aftur, og tá Thorolf Dam fekk fatur á Sverra Midjord, kom verulig gongd á aftur.

Tvøroyrar Borðtennisfelag (TBF) varð stovnað 23. februar 1948 (Gerðabók fyri Samgongufelagið Glottin, s. 26, Tvøroyrar Skjalasavn).

[object Object]Á myndini síggjast Sverre Midjord, Sigurbjørn Niclasen og Thorolf Dam

Tað varð heldur trongligt í Losjuni. Haðani flutti borðtennisfelagið í Tvøratungu í 1950. Hóast gólvið har var vánaligt, gekk tað fínt. Áhugin var stórur. Nú varð byrjað av álvara. Gentur og dreingir spældu við lív og sál. Limagjaldið var 2. kr. um mánaðin.

Samstarv

Tíðliga á heysti í 1954 helt TBF veitslu. Í røðum kom fram, at tørvur var á ungmannafelagi á Tvøroyri. Áðrenn tað høvdu ungir javnaðarmenn havt ætlanir um at stovna ungmannafelag. Sosialistiskt Ungmannafelag varð stovnað 31. oktobur 1955. Tann 10. novembur 1955 varð annað ungmannafelag stovnað.

Í hesum felag vóru Tvøroyrar Sjónleikarfelag (stovnað í 1953) og Tvøroyrar Borðtennisfelag sligin saman í samgongufelag, ið fekk navnið “Glottin”.

Hetta hendi á stovnandi aðalfundi í Tvøratungu tann 10 novembur 1955. Í gerðabókini hjá hesum felag stendur m.a., at Sverre Midjord tosaði um Borðtennisfelagið; at tað var eldri enn Sjónleikarfelagið, men í seinastuni hevði ikki gingist so gott, og at hetta var orsøkin til, at teir vildu ganga saman við Sjónleikarfelagnum fyri at nøra um og styrkja um felagsskapin.

Í 3. – og 4. grein í lógunum hjá samgongufelagnum “Glottin” stendur, at felagið undir øllum umstøðum skal vera ópolitiskt og at tað umframt at virka fyri borðtennis og sjónleiki skal arbeiða mennandi fyri ungdómin á Tvøroyri á øðrum økjum. Soleiðis verður annaðhvørt leygarkvøld hildin fundur í felagnum, har fyrilestrar, kjak o.a. verður havt á lofti.

Menning

Í grein í Ítróttatíðindum nr. 10 1955 stendur, at enn er tað ikki eydnast okkum at fáa í lag eina borðtenniskapping. Spurningurin varð viðgjørdur á seinasta aðalfundi í ÍSF. Men har vóru menn bangnir fyri fíggjarligu avleiðingunum, og var tí einki samtykt um borðtenniskapping. Kortini frætta vit - sum tað stendur í áðurnevndu ítróttatíðindum - at leikað verður nú bæði á Tvøroyri, í Fuglafirði og á Sandi. Og helst hava eisini vágbingar tikið henda leik uppaftur.

Víðari stendur, at í Havn og í Klaksvík  er ongin vetrarítróttur: Áheitanin er: Roynið borðtennis!

Áheitanin bleiv hoyrd.

Fyrsti uttanlandsdystur hjá TBF var í Hetlandi í august 1956. Hetta var samstundis sum, tá Tvøroyrar Bóltfelag (TB) var tiltiknu Hetlandsferðina.

Á Tvøroyri var borðtennisvenjingin flutt úr Tvøratungu í fimleikarhøllina í Tvøroyrar skúla, tá hon var liðugtbygd í 1957.

[object Object]Niels Hovgaard og Alek Bech dystast um føroyameistaraskapin í fimleikahøllini í Tvøroyrar skúla í 1968

Fyrsti FM dystur

Ein søgulig hending var tann 30. mars í 1958. Tá var fyrsta borðtenniskapping millum tvey føroysk lið leikt í Losjuni í Havn. Hon var millum TBF og nýstovnaða borðtennisfelagið Kyndil. Hjá leikarunum av Tvøroyri var túrurin norður til Havnar við Smyrli eisini minniligur. Farið var av Tvøroyri kl. 8 á morgni og Smyril legði at í Havn kl. 8 á kvøldi. 12 tímar til Havnar. Tá vóru menn moyrir. TBF vann dystin 4-2.

[object Object]Fyrsti liðdystur í borðtennis leiktur í Føroyum. Á myndini frá vinstru síggjast:  Hendrik Rubeksen, Kyndil, Pole Rasmussen, Kyndil, Pole Jacobsen, Kyndil, Vagnar Olsen, Kyndil, Torbjørn Mikkelsen, Kyndil, Annfinn Rubek Nielsen, Kyndil, Harry Johansen, Kyndil, Thorolf Dam, TBF, Sverre Midjord, TBF, Niels Midjord, TBF, Niels Pauli Niclasen, TBF og Sigurbjørn Niclasen, TBF

Eftir tógvið stríð, gav ÍSF TBF loyvi til at skipa fyri fyrstu almennu kapping um føroyameistaraskapin í 1959. Luttakararnir vóru úr Kyndli, Royn, VBF, TBF og Runavík. Thorolf Dam sigur: “...okur fingu fyrsta føroyameistaraskapin her á Tvøroyri og okur vunnu alt við rubb og stubb.”  

ÍSF samtykti eftir hetta at seta nevnd við einum limi frá hvørjum borðtennisfelag í landinum at gera uppskot um kappingarreglur fyri landskappingina í borðtennis. Tá høvdu klaksvíkingar stovnað borðtennisfelagið Glæman. Ymsar meiningar vóru í nevndini um, hvar finalan skuldi verða spæld. Klaksvíkingar søgdu, at ferðasambandið millum Klaksvík og Suðuroy var so ringt, at størri parturin av einari viku gekk, áðrenn teir vóru aftur í Klaksvík av Suðuroyarferð. Men málið varð kortini loyst. Semifinalur og finalur vórðu spældar í Klaksvík í 1963.

Uttanlands

TBF kom í samband við bordtennis í Danmark í 1958. Og fleiri ár fram fóru leikarar av Tvøroyri og aðrastaðni í Føroyum til Danmarkar á venjingarlegu. Afturkomnir fingu TBF vitjan av donskum borðtennisvenjarum, sum ferðaðust kring alt landið at leggja lag á og við endamálinum at menna borðtennis í Føroyum. Bæði viðvíkjandi at fáa stovnað fleiri borðtennisfeløg, spæliteknikki og batt- og klædna útgerð.

Umframt at vera á fleiri uttanlandsferðum, var TBF vertur fyri donskum borðtennisleikarum í 1960 árunum. Ta einu ferðina komu heili 20 leikarar ísenn. Umframt borðtennis blivu eisini spældir hond- og fótbóltsdystir móti dønunum og útferðir gjørdar við teimum.

Eitt skifti vóru í minsta lagi 10 borðtennisfeløg í Føroyum um somu tíð. 

Tey fyrstu nógvu árini lá TBF á odda í mansdeildini í føroyskum borðtennis. Og tað í øllum deildum.

Fyrstu landsdystir

Tá formaður ÍSF's tók til á ársaðalfundinum í 1973, at “tað er upp á tíðina, at borðtennis eisini fær sín fyrsta landsdyst...”   ”... fór Sverre, undangongumaðurin í føroyskum borðtennis, í gongd við at fáa í lag borðtennislandsdyst í móti Íslandi.

Sunnudagin 8. apríl 1973 stóðu 5 av sterkastu borðtennisspælarunum, Ísland átti, ítróttaklæddir í fimleikarhøllini á Tvøroyri, til reiðar at leika landsdyst í móti okkum.”

Tveir íslendskir unglingaleikarar vóru eisini við á ferðini at spæla í móti Føroyum.

Avtalað varð at leika nýggjan landsdyst millum londini í Reykjavík í oktober sama ár. Spælast skuldi við dreingjum, unglingum og vaksnum.

Spælt varð í Laugardalshøllini 21. oktober. Og tá var fyrstu ferð at spæld vórðu 5 sett og talt varð upp í 21 í borðtennis. Spælt varð næstan út á midnátt. Og fleiri av leikarunum høvdu tá fingið krampa.

[object Object]Landsdystur í millum Føroyar og Ísland í 1973

Og Føroyar vunnu. Hetta var fyrsti A landsdystur í nakrari ítróttagrein, at Føroyar vunnu á íslendingum. Føroyar høvdu vunnið áður á íslendingum, men bara í B landsdysti.

Hetta gjørdist tá sostatt størsta ítróttaliga hending í søgu ÍSF's.

Ein av áskoðarunum til landsdystin var kinesiski ambassadørurin í Íslandi. Eftir landsdystin vitjaði hann føroysku borðtennisleguna. Tá sum nú var Kina ikki hvør sum helst í borðtennis.

Altjóða limaskap

Fyri at gagnnýta sigurin á Íslandi fór Sverre á fund við norðurlendsku borðtennissambondini í Randers í november 1973. Har varð samtykt at góðkenna Føroyar sum sjálvstøðugt land í norðurlanda samstarvinum. Sum framhald av hesum fundi søkti ÍSF um limaskap í altjóða sambandinum fyri borðtennis. Hetta varð samtykt í 1974. Tá fingu Føroyar sum sjálvstøðugur limur rætt til at luttaka bæði í europameistaraskapinum og í heimsmeistaraskapinum í borðtennis.

Borðtennislandslið hava luttikið í altjóðakappingum oftani síðani tá og lært.

1980- og 1990-árini

Eftir at virksemið hjá TBF flutti inn í stásiligu høllina í Trongisvági í 1982, blivu umstøðurnar at spæla borðtennis fullkomnar, og í fjør hátíðarhelt felagið 40 ár við borðtennisspæli í skúla- og ítróttarhøllini í Trongisvági.

[object Object]

[object Object]TBF hátíðarheldur 35-ára føðingardagin í 1983. Tá varð skipað fyri stórari kapping í nýggju ítróttarhøllini í Trongisvági

Føroyar vóru vertur fyri Oyggjaleikunum í 1989. Tá komu fleiri enn 1000 ítróttarfólk úr øðrum oyggjasamfeløgum kring heimin til Føroya at kappast. Ítróttagreinarnar vóru íðkarar í bygdum og býum. Borðtenniskappingarnar vóru fyriskipaðar í høllini í Trongisvági. Dómarar í kappigini vóru fyrr- og táverandi leikarar úr TBF.

Tvøroyrar Borðtennisfelag skipaði aftur í 80'unum og 90'unum fyri fleiri uttanlandsferðum við sínum leikarum. Eitt nú varð fleiri ferðir vitjað í Svøríki, sum tá var størsta borðtennistjóð í Heiminum - og í Danmark, har venjingarlegur vóru fyriskipaðar. Til tess at fíggja hesar ferðir, vóru tað eldsálir í felagnum, sum skipaðu fyri bingo, lutaseðlasølu, dansi og øðrum tiltøkum. Nevnast kann, at bara til  eitt bingo í árinum 1994, vóru 16 lambskrov at vinna.

Leikbúnar vóru eisini kostnaðarmiklir tá, og vóru tað hesu somu fólk, ið skipaðu fyri, at felagið fekk stuðul til spælaratroyggjur og venjingabúnar. Síðani 1994 hevur felagið havt 9 ymiskar spælaratroyggjur. Seinastu árini hava tað verið fyritøkur í nærumhvørvinum, sum hava stuðlað felagnum.

[object Object]Fríði Jensen og Kai Roest hava í  mong ár staðið fyri sjálvbodna arbeiðinum í TBF

TBF hátíðarhelt 50 ára veitslu 23. februar 1998, og í tí sambandi bleiv eisini skipað fyri stórari borðtenniskapping í ítróttarhøllini, har fleiri enn 100 leikarar luttóku. Á hesum hátíðarhaldi - fimmti ár eftir at felagið varð sett á stovn - bleiv Thorolf Dam valdur til heiðurslim í Tvøroyrar Borðtennisfelag.

[object Object]Alek Bech, Eirik Jensen, Sverre Midjord, Sigurbjørn Niclasen, Niels Hovgaard og Finn Thomsen, her avmyndaðir til 50-ára veitsludagin hjá TBF í 1998

Broytingartíðir

Altjóða borðtennissambandið ITTF valdi í 2000 at broyta støddina á borðtennisbóltinum úr 38 mm upp í 40 mm. Ferðin á bóltinum lækkaði 4 - 8%. Hetta varð eisini gjørt fyri at gera tað meira áhugavert hjá áskoðarunum at fylgja við hesum annars skjóta ítrótti. Eitt ár seinni broytti ITTF eisini reglugerðina um tal av stigum og tal á settum. Frá at hava talt upp í 21, varð ístaðin farið at telja uppí 11. Eftir hetta var ein dystur vunnin, tá ið ein leikari hevði vunnið trý sett. Hesar broytingar komu eisini í gildi í Føroyum.

Limatalið í TBF hevur verið skiftandi. Eitt tíðarskeið mitt í 1990'unum vóru um 25 leikandi limir. Beint eftir aldaskiftið og nøkur ár fram, var limatalið oman fyri 100. Men síðani tá er talið aftur lækkað og í dag eru áleið 30, sum spæla borðtennis í felagnum.

Seinastu 1/4 øld hava gentur og kvinnur av Tvøroyri rátt fyri borgum í kvinnudeildunum í borðtennis. TBF hevur síðani 1997 vunnið 12 meistaraheiti í einmansleiki hjá kvinnum. Dreingirnir hava tó eisini verið stinnir.

[object Object]TBF-leikarar avmyndaðir í nýggjum leikbúnum

Tvøroyrar Borðtennisfelag er eitt virkið felag. Venjarar, hjálparar, foreldur og nevndin gera eitt megnararbeiði fyri at fáa leikararnar at trívast og mennast. Felagið luttekur í árligu Grand Prix kappingunum og er við í FM fyri ung og vaksin. Seinastu mongu árini hava leikarar luttikið í mongum FM-finalum (varpaðar beinleiðis í føroyska sjónvarpinum) og vunnið TBF og Tvøroyri steyp og heiður. Eisini hevur felagið leikarar við til Oyggjaleikir, Arctic Open, EM- og HM-undankappingar, sum Borðtennissamband Føroya skipar fyri.

Á Oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017 vann Durita Fríðadóttir Jensen av Tvøroyri gull í tvímansleiki í borðtennis saman við Henriettu úr Fuglafirði. Hetta man vera besta úrslitið higartil hjá borðtennis í Føroyum. Á oyggjaleikunum á Gibraltar í 2019 vunnu systrarnar Anna og Rakul Mikkjalsdóttir úr Trongisvági bronsu heiðursmerki í tvímansleiki.

[object Object]Systrarnar Anna og Rakul Mikkjalsdóttir hava vunnið bronsu heiðursmerki á Oyggjaleikunum á Gibraltar í 2019

Á heimavølli í Havn í summar vunnu Føroyar gull í liðkappingini hjá kvinnum á Arctic Open leikunum, sum er kapping millum londini í Útnorðuri: Grønland, Ísland og Føroyar. Liðið var mannað við 3 leikarum úr TBF. Seinastu 3 árini hava somu kvinnur luttikið í liðkappingini í 1. deild í Danmark, har tær umboða Horsens. Hetta er eitt sera gott ískoyti, bæði fyri felagið TBF, tí hesar kvinnur eru við til at menna støði á venjingunum heima í felagnum, og fyri kvinnurnar sjálvar, sum hava tikið seg nógv fram.

[object Object]Kvinnurnar úr TBF, sum vunnu gull fyri Føroyar á Arctic Open leikunum í Havn í summar. Frá vinstru: Britt Michelsen, Marin Elisabet Poulsen og Anja Wongwai

Framtíð

TBF hevur í ár ment eina menningarætlan, har felagið hevur gjørt sær nakrar visjónir og sett sær nøkur mál fyri framtíðina. Endamálið er at fáa fleiri at spæla borðtennis, skapa hugnaligar og tryggar karmar, við stuttligari og góðari venjing, og við dugnaligum venjarum. Felagið fer at vera enn meira virkið, við at økja um talið á tiltøkum, á venjingum og á innanhýsis kappingum. TBF vónar, at íbúgvar í nærumhvørvinum og í allari Suðuroynni sum heild, fara at fáa ágóðan av hesum góða og fjølbroytta virksemi. Og felagið vónar, at bæði børn og vaksin fara at taka væl ímóti hesum.

---

Várt ynski nú skal ljóða
á hesum veitsludag,
at framtíðin tann góða
má falla so í lag,
so felagið má styrkjast
og vinna mangt eitt slag,
til aftur her vit hittast
til veitslu fróð og glað.

Thorolf Dam, heiðurslimur í Tvøroyrar Borðtennisfelag

[object Object]

Hjartaliga til lukku Tvøroyrar Borðtennisfelag. Tær verður ynskt framhaldandi góðan byr í arbeiðinum at menna borðtennis á Tvøroyri, í Suðuroynni og í Føroyum sum heild.

Keldur: Tvøroyrar Skjalasavn og Vagnur Kjærbech Nolsøe

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2023

67 Leygardagur 25. februar 2023

Tvøroyrar Borðtennisfelag 75 ár

Skipað verður fyri móttøku sunnudagin

Anja Wongwai í Grand Prix kappingardysti fyri TBF
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ísambandi við at Tvøroyrar Borðtennisfelag, TBF, fyllir 75 ár í morgin, hósdagin 23. februar 2023, skipar felagið fyri móttøku í Ítróttarhøllini í Trongisvági sunnudagin millum klokkan 14 og 15.

Móttøkan er fyri spælarar - eldri sum yngri, venjarar, hjálparar, foreldur og onnur, ið eru knýtt at felagnum. TBF fer at heiðra eldsálir og fer at vísa fram myndir og lutir, sum felagið eigur. Felagið bjóðar okkurt leskiligt til tey møttu og vónar at síggja nógv í høllini sunnudagin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2023

68 Leygardagur 25. februar 2023

Sera góð luttøka til ringríðing

Farna leygardag var árliga ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag í Reiðhøllini í Havnardali, og luttøkan var sera góð

Luttøkan var sera góð (Mynd: Føroya Ríðingarfelag)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin var árliga Ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag í Reiðhøllini í Havnardali. Hetta er gamalt afturvendandi tiltak, har reiðfólk við einum bambuspinni, skula raka í ein ring ið hongur í gott tveir metra hædd.

Í ár var luttøkan sera góð, serliga hjá teimum ungu, sum høvdu heili 17 ross við í kappingini. Tey flestu vóru úr Havn, men eisini komu ross úr Vágum og úr Eysturoynni, skrivar Føroya Ríðingarfelag.

Aftaná eina spennandi kapping vann Eyðdis H. Djurhuus á hestinum Sirkill. Tey bæði vunnu steyp til ognar, og Tinna Nónklett og Snæðdis vunnu ein kraftfóðursekk frá Búrøkt fyri at vera besta grýla á rossi.

Hjá teimum vaksnu var eisini góð luttøka. Har vann Elisabeth Niclasen á Prinsessu. Tey vunnu ferðasteyp og kraftfóðursekk frá Búrøkt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2023

69 Leygardagur 25. februar 2023

Føroya Ríðingarfelag 80 ár í dag

Føroya fyrsta ríðingarfelag varð stovnað í Havn 25. februar 1943

Kappríðing á breytini í Marknagili (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Leygardagin 25. februar eru liðin 80 ár, síðan Føroya Ríðingarfelag varð stovnað. Felagið varð stovnað í Tórshøll í Niels Finsensgøtu í Havn hendan dagin í 1943. Stovnarar vóru Aksel Hansen, Leivur Trónd Hansen og Jens Pauli av Reyni.

Teir tríggir kallaðu til stovnandi aðalfund í bløðunum 20. februar í 1943. Í innkallingini søgdu teir, at ætlanin var at stovna felag, ið skuldi hava til endamáls at fremja ríðingina, viðlíkahalda ríðigøtur og fyrireika kappríðingar. Havnarfólk eins og fólk av bygd vóru vælkomin í felagið.

[object Object]
Stovnarir felagsins, f.v. Aksel Hansen, Jens Pauli av Reyni og Leivur Trónd Hansen

Á stovnandi aðalfundinum møttu 29 mans. Jens Pauli av Reyni beyð vælkomin og las upp eitt uppskot um viðtøkur fyri felagið. Við smávegis broytingum vórðu tær samtyktar. Eitt endamál aftrat tí, sum longu var nevnt, gjørdist at fáa til vega nýggja ríðibreyt. 

Í fyrstu nevndina komu Jens Pauli av Reyni, Aksel Hansen, Leivur Trónd Hansen, Thomas Rubeksen og Eivind Evensen. Tiltakslimir gjørdust Janus Djurhuus og Viljormur Tórsheim. Fyrsta kappríðingin hjá felagnum var í Kollafirði á hvítusunnu í 1943. Hana vann Poul Mohr.

Kappríðingar høvdu verið á ólavsøku frá 1921 til 1929 og aftur frá 1936 til 1942. Frá 1921 til 1927 varð riðið kapp á Sundsvegnum, og í 1928 varð flutt út á Velbastaðvegin. Á hesum grúsvegnum var fasta ríðibreytin, tá Føroya Ríðingarfelag varð stovnað í 1943.

[object Object]
Á Velbastaðvegnum, ólavsøkan 1951. Frá vinstru: Tummas Rubeksen (Fúsi), Randi Lützen (Tittan), Jens W. Jacobsen (Úlvur) og Oyvind Lützen (Blakkur)

Stór stig tikin

Føroya Ríðingarfelag umrøddi fyrstu nógvu árini fleiri støð at gera nýggja ríðibreyt. Ofta varð tosað um eitt øki uppi á Varða, men nevnt varð eisini, at Gundadalur, Niðaru Hoydalar og økið fram við Velbastaðvegnum kundu verið hóskandi.

Endin varð, at felagið tók nýggja ríðibreyt í nýtslu 30. august í 1970 í Marknagili. Edvard Samuelsen, sum vann fyrstu kappríðingina í 1921, kvetti snórin. Við til hátíðarhaldið var eisini Kjartan Mohr, sum var við í 1921. Í 1970 tók Føroya Ríðingarfelag eisini stig til Leynavatnsstevnuna.

Í 1977 gjørdu felagið og Tórshavnar kommuna avtalu um økið í Havnardali, har felagið bygdi sær fjós í 14 eindum. Flutt varð inn í tey fyrstu í 1980. Felagshúsið í Havnardali kom í 1994 og ríðihøllin í 2008. Í øllum trimum førunum gjørdu limirnir umfatandi sjálvboðið arbeiði.

Føroya Ríðingarfelag húsast nú í Havnardali. Í desember 2021 varð økið í Havnardali víðkað 50.000 fermetrar, og í 2022 varð sjøtul settur á at byggja felagshúsið út við 160 fermetrum. Nýggj fjós verða eisini bygd.

Nú Føroya Ríðingarfelag fer um tey 80, verður bók skrivað um ríðisøguna, ið kemur út seinni í ár.

Føroya Ríðingarfelag 

[object Object]
Lützen-systkini í Norðradali, ólavsøkan 1957. Frá vinstru Ellen (Dana), Astrid (Lady), Gertrud (Gulnare), Oyvind (Lokkur), Randi (Faki) og Lútje (Jólamaðurin)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2023

70 Leygardagur 25. februar 2023

Frá Ishkov til Putin: Okkara sál og hjørtu gráta við Ukraina

Eg haldi ikki, at orð kunnu lýsa tað, sum hendir í Ukraina. Tað er harðrendur tramansskapur. Bæði vreiði og tregi bilgist inni í mær

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / KVF)
SkrivaÐ:

Aksel V. Johannesen, løgmaður

TÍÐARGREIN - 24. februar 2023

Í november 1977 vitjar ein eldri maður fleiri flakavirkir kring landið. Serliga Polarfrost í Vági hugtekur hann. Hetta er ikki fyrstu ferð, at sovjetiski fiskimálaráðharrin vitjar í Føroyum. Eisini í 1964 hevur hann verið á oyggjunum.

Alexander Ishkov er ikki ørindaleysur. Eftir at fiskimarkið er flutt út á 200 fjórðingar, vil hann vinna stóra Sovjetsamveldinum møguleikan at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi. Afturfyri skulu føroysk skip sleppa at fiska tosk og rækjur í Barentshavinum.

Tað er einki minni enn ein stórpolitisk hending, tá ið Atli P. Dam, løgmaður, og Alexander Ishkov, sovjetiskur fiskimálaráðharri, undirskriva ein sáttmála í 1977, sum gerst bulurin undir okkara skipaða fiskiveiðusamstarvi við Sovjet og seinni Russland.

Eftir at partarnir hava undirskrivað sáttmálan í Tinganesi, verður Ishkov endurgivin fyri at siga, at nýggi sáttmálin millum Føroyar og Russland ikki bara snýr seg um fisk, men eisini um ”sál og hjarta fólksins”.

Sálin og hjartað hjá føroyska fólkinum hevur grátið seinasta árið.

Í dag er eitt ár síðani harðrenda og púra óskiljandi álopið hjá Russlandi á Ukraina. Álopið hóttir okkara søguliga sterka samstarv og samvinnu við Russland. Í nógv ár hava vit samstarvað væl við russar, men tá ið eitt stórveldi púra fyrilitarleyst leggur á eitt frælst grannaland, ja, so gerst okkara samstarv tvørligt.

Ræðuleikarnir í Ukraina
Eg haldi ikki, at orð kunnu lýsa tað, sum hendir í Ukraina. Tað er harðrendur tramansskapur. Bæði vreiði og tregi bilgist inni í mær. Íbúðarblokkar, skúlar og sjúkrahús verða bumbað. Hvønn dag doyggja vaksin og børn. Og hvønn dag mugu grátandi børn og konur veittra pápum og monnum farvæl, sum av øllum alvi vilja verja sítt heimland. Átta milliónir fólk eru flýdd frá húsi og heimi til annan bústað í krígsherjaða Ukraina. Umleið átta milliónir ukrainar hava kent seg noyddar at flýggja úr landinum til onnur lond.

Hetta er helst tann størsti mannaskapti sorgarleikurin í Evropa, síðani seinna veraldarbardaga.

Russiska innrásin er ikki bert eitt álop á Ukraina, men eitt harðhjartað álop á friðin í Evropa. Eitt álop á fólkaræðið. Og eitt álop á tey grundleggjandi virði, vit standa saman um.

Føroyar hava staðið øksl við øksl við restini av vesturheiminum. Vit taka undir við og kenna okkum aftur í teirri samfelagsskipan, sum okkara sameindu standa fyri: fólkaræði, virðing fyri altjóða lóg, friði og stabiliteti.

Vit fordøma atgerðirnar hjá Russlandi upp á tað harðasta. Eitt einmælt løgting hevur samtykt at seta revsitiltøk í verk ímóti Russlandi. Skjótt verða revsitiltøkini á ikki-yvirtiknum málsøkjum eisini sett í verk. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava Føroyar tikið ímóti flóttafólkum, og fleiri ukrainsk børn ganga nú í føroyskum fólkaskúlum kring landið.

Landsstýrið læt herfyri sjey milliónir krónur í neyðhjálp til Ukraina. Hetta er størsta einstaka upphæddin, sum Føroyar nakrantíð hava latið í neyðhjálp. Eisini hava privatir felagsskapir gjørt eina rúgvu fyri at lata hjálp til Ukraina.

Í heimliga kjakinum síggja vit ferð eftir ferð, at summi vilja gera okkara viðurskifti við Russland frameftir til ein spurning um, hvussu lítið ella nógv onnur lond gera. Í mínum hugaheimi er hetta als ikki kjarnin í málinum.  Fyri okkum í Føroyum eigur tað at snúgva seg um at gera tað rætta. Og vit eiga at taka okkara egnu støðu.

Nýtt handilspolitiskt tíðarskeið
Vit eru á einum vegamóti. Í nýggjársrøðu mínari gjørdi eg greitt, at vit mugu siga frá.

Tað krevur nakað at taka støðu. Tað kostar at verja rættvísi. Men eg eri ikki eina løtu í iva um, at vit eisini megna tað.

Eg eri sannførdur um, at heimurin er í holt við at flyta seg inn í eitt nýtt handilspolitiskt tíðarskeið.

Kríggið í Ukraina vísir týðuliga at gamli lærusetningurin, um at samhandil økir um samljóð og samstarv millum lond, av álvara verður boðin av. Tíðirnar eru broyttar.

Tað er líkt til, at vit flyta okkum inn í eitt tíðarskeið, har lond og fyritøkur aftra seg við at gerast ov sárbær á ótryggum marknaðum, har handilssambondini við eitt kunnu verða kvett. Hetta fer møguliga at merkjast á útflutningsvirðinum hjá londum og á botnlinjuni hjá fyritøkum, men hesin prísur er verdur at rinda fyri tryggleika, stabilitet og mótstøðuføri.

Nýggja handilspolitiska tíðarskeiðið fer helst at krevja, at vit í felag leggja um. At okkara dugnaligu útflytarar troyta aðrar marknaðir.

Vit í landsstýrinum royna stútt og støðugt at lata fleiri dyr upp.

Eg vænti, at okkara samhandil við ES, USA, Japan og Suðurkorea fer at økjast munandi komandi árini. Tað gongur støðugt fram á at styrkja um okkara samstarv við ES. Vit eru bjartskygd um framstig í okkara viðurskiftum við ES. Eisini er samstarvið við USA í stórari menning. Alt hetta ger meg vónríkan, nú fleiri fyritøkur hava stórar avbjóðingar í Russlandi.

Tosa við einari rødd
Tað eru nógv ár síðani, at Alexander Ishkov vitjaði í Føroyum. Samstundis gjørdist vitjanin eitt startskot til eitt støðugt samstarv við Russland.

Harðhjartaða framferðin hjá stjórnini hjá Putin í Ukraina eigur at fáa okkum øll at steðga og viðgera okkara støðu. Longu nú er stórur partur av okkara samvinnu steðgaður.

Spurningurin er so, hvat vit gera við okkara fiskiveiðusamstarv við Russland.

Landsstýrið greinar í løtuni øll okkara viðurskifti við Russland í mun til heimspolitisku støðuna. Greiningin er grundarlagið undir einari ætlan fyri føroyskan uttanríkispolitikk, sum vit kunnu standa saman um og byggir á okkara virðir sum fólk. Føroyar mugu tosa við einari rødd í uttanríkispolitikki og taka okkara ábyrgd í heiminum.

Skjótt fyriliggur ein niðurstøða, har vit mugu gera upp við okkum sjálvi, hvørja kós vit velja.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. februar 2023