Leygardagur 01. apríl 2023 | Nr. 13 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 39
SíÐa 42
SíÐa 46
SíÐa 17
SíÐa 58
SíÐa 51
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Stór ting henda politiskt í løtuni. Fíggjarlógin er samtykt – einmælt og tað er at frøast yvir.
Og fíggjarligu langtíðarætlanirnar eru lagdar fram við stórum væntaðum undirskoti í landsins rakstri um tað ikki eydnast at finna nýggjar og fleiri inntøkumøguleikar – tað er hinvegin eitt sindur ræðandi.
Ongi útlit eru til at strandarlondini finna semju um at býta uppsjóvarfiskin millum sín. Tað er eisini ræðandi, tí dagarnir ella árini við stórum inntøkum frá teimum ferðandi fiskasløgunum kunnu vera tald/ir vegna ovurfisking, eins og vit upplivdu tað við sildini í sekstiárunum.
Ætlanaravtala er gjørd millum landsstýri og kommunur um at sameina og -skipa tænasturnar, ið verða veittar børnum og ungum. Tað er at fegnast um. Gerast hesar ætlanir veruleiki, so er líka við, at ein dittar sær at fegnast um, at hetta landsstýrið varð víðkað við enn einum ráði, barnamálaráðnum.
Men tað er eisini ein annar lítil tíðindastubbi frá landsstýrinum, sum vit fara at loyva okkum at fegnast um.
Nevniliga tíðindini frá samferðslumálaráðnum undir fiskimálaráðnum, sum hevur givið Ráðnum fyri Ferðslutrygd lyfti https://bladid.fo/by-date/2023-04-01#edition-article-74708 um, at ein skaðanevnd nú verður skipað at gera kanningar av vanlukkum í ferðsluni.
Nógvar nevndir eru settar gjøgnum ár og dag, og semja kann skjótt fáast um, at ikki allar hava verið neyðugar. Men henda nevndin er eitt frambrot, sum veruliga kann bøta um ferðslutrygdina á føroysku vegunum, og tí er tað at gleðast um, at politiska skipanin hevur ásannað, at neyðugt er at fáa eina skaðakanningarnevnd skipaða.
Yvirritaði slapp sjálvur at hjálpa til við at orða eina endurskoðaða ferðslutrygdarætlan, ið skuldi galda frá 2008 til 2015.
Ein av høvuðsboðskapunum tá var, at tað hevði skund at fáa kannað allar álvarsligar ferðsluvanlukkur í Føroyum. Víst var til Íslands, har tað longu tá var greið mannagongd um, at allar álvarsligar vanlukkur í ferðsluni skuldu kannast og lýsast fyri at staðfesta, um tað eru uttanums umstøður, ið kundu havt forðað fyri at vanlukka stóðst burturúr.
Tá hugsað verður um, hvussu nógv fólk eru deyð í ferðsluni gjøgnum árini, so er tað at undrast yvir, at hetta ikki er sett í verk enn.
Vit kenna frá flogferðsluni, at tað ikki nýtist at vera ein vanlukka, einans eitt ‘óhapp’ ella ‘fyribrigdi’, so verður kommisjón sett at kanna og lýsa málið. Sama er galdandi á sjónum. Er róðursmaðurin sovnaður, so kann tað ikki staðfest fyrr enn tað er kannað av havaríkommissjónini.
Men soleiðis hevur ikki verið við bilaferðsluni. Hugsa um, hvussu nógva orku almennu Føroyar brúka til eftirlit og -kanningar av alskyns slag. Vit hava dátueftirlit, tryggingareftirlitið, posteftirlit, fjarskiftiseftirlitið, kommunalt eftirlitið umframt kærunevndir og -stovnar av øllum handa slag.
Men tá ferðsluvanlukkur hava verið, so verður bara ypt øksl, staðfest at lagnan kann vera tung tá fólk doyggja ella gerast avlamin, men uttan at staðfesta orsøkina til at tað endaði so galið.
Vónandi verður ætlaðu skaðanevndini lív lagað, so at hon kann vera við til at bjarga nógv lív og mannalagnur í árunum framyvir.
Er galdandi fyri námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar við og uttan útbúgving – men ikki dagrøktarar
Námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar við og uttan útbúgving verða umfataðir av lønarlyftinum. Soleiðis ljóðaðu boðini frá forfólkunum í teimum trimum samgonguflokkunum hósdagin.
Víst verður á, at í samgonguskjalinum varð avtalað, at teir lægst løntu bólkarnir á umsorganarøkinum skulu fáa eitt lønarlyft.
Landsstýrið hevur avgjørt, at hesir bólkar verða umfataðir av lønarlyftinum: Námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar við og uttan útbúgving.
Talan er um bólkar sum starvast innan eldra-, dagstovna- og almannaøkið, har trupult er at nøkta starvsfólkatørvin, verður sagt.
Oman á lønarkarmin
Lønarlyftið kemur oman á lønarkarmin og verður ikki partur av lønarsamráðingunum annars, siga floksleiðararnir Aksel V. Johannesen, Ruth Vang og Høgni Hoydal.
Nógv størsti parturin av hesum bólkum eru í starvi á kommunala økinum.
Sum endurgjald fyri kostnaðin av lønarlyftinum hjá kommununum verður gjørd ein broyting í fíggingini av skattafrádráttinum hjá pensjónistum. Tøka inntøkan hjá pensjónistunum verður óbroytt.
Hesin fíggingarleistur fylgir vaksandi talinum av pensjónistum og ger sostatt, at samsvar er ímillum fígging og fíggingartørv.
Lønarlyftið verður mett at kosta umleið 47 milliónir krónur brutto. Lønarlyftið fær virknað frá 1. januar 2024.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, fer í næstum at kunna fakfeløgini hjá nevndu bólkum nærri um, hvussu lønarlyftið verður framt, verður sagt.
Dagrøktararnir ikki við?
Formaðurin í Starvsfelagnum, Súni Selfoss, var fyrrapartin skjótur at reagera og spyrja, hví dagrøktararnir ikki eru umfataðir.
- Tað er púra greitt, at umsorganarøkið er tað økið, sum burturav fær lønarlyftið. Men ikki øll eru við! Hvar eru dagrøktarnir? Eg gangi sterkt útfrá, at hetta er eitt mistak. Dagrøktarar, sum eins og hjálparfólk starvast á einum tí lægst lønta økinum, eru ikki nevnd sum ein av teimum, ið fáa lønarlyftið, skrivar Súni Selfoss, sum minnir landsstýrið á, at tað ikki ber til at lata henda bólkin liggja eftir í mun til lønarlyftið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2023
Tað eru serliga útreiðslurnar innan almanna- og heilsuøkið, sum fara at vaksa komandi árini
Framskrivingar hjá Fíggjarmálaráðnum vísa, at fíggjarlógin fer at geva hall í 2024. Neyðugt verður við átøkum fyri at styrkja inntøkugrundarlagið og at tálma útreiðsluvøkstrinum.
Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Ruth Vang, legði fyrrapartin fríggjadagin fram uppskot um játtanarkarmar fyri 2024 fyri Løgtingið.
Samlaði útreiðslukarmurin fyri fíggjarlógina 2024 verður 7.275 milliónir krónur. Av hesum er raksturin 6.579 milliónir og løgurnar 696 milliónir krónur. Inntøkukarmurin verður 7.121 milliónir krónur.
Tað merkir, at framskrivaða úrslitið í fíggjarlógini næsta ár verður 153 milliónir krónur í halli.
Tað eru serliga útreiðslurnar innan almanna- og heilsugeiran, sum fara at vaksa komandi árini. Tað kemst serliga av broyttu fólkasamansetingini, við tað at talið á eldri borgarum veksur skjótari enn talið á fólki í arbeiðsførum aldri.
Neyðugt við átøkum og betri fíggjarstýring
Fyri at venda framskrivaða hallið til avlop er neyðugt at fremja átøk, sum tálma útreiðslunum og økja um inntøkurnar næstu árini. Avlopini kunnu bæði brúkast til at minka um landskassaskuldina og til at standa ímóti við til búskaparliga verri tíðir.
Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um hægri veiðigjald og tøkugjald, sum skulu betra um haldførið hjá landskassanum. Øktu gjøldini eru kortini ikki nóg mikið til at møta avbjóðingunum hjá landskassanum frameftir. Neyðugt verður við øðrum átøkum.
Landsstýrið ætlar at fremja átøk, sum skulu útvega tilsamans 214 milliónir krónur í 2024. Ætlaðu átøkini hava við sær, at avlopið í 2024 verður 60 milliónir krónur.
Landsstýrið fer eisini at hyggja nærri at almenna geiranum við tí fyri eyga at fremja tillagingar, ið kunnu betra um almenna raksturin frameftir. Eisini fer landsstýrið gera uppskot til styrkt fíggjarpolitiskt regluverk, sum skal vera við til at tryggja haldførið og vælferðina í framtíðini.
Tillaga skattastigan
Ætlanin er at broyta skattastigan, so at fleiri fara rinda minni í skatti og kann eggja fólki at arbeiða meira.
Hóast prísvøkstur og inntøkuvøkstur hevur skattastigin verið óbroyttur seinastu átta árini. Tað hevur havt við sær, at ein stór fjøld av vanligum løntakarum rindar høgan marginalskatt.
Til dømis rindar ein vanligur sjúkrarøktarfrøðingur, sum arbeiðir niðursetta tíð, yvir helvtina av inntøkuni í skatti fyri hvørja eyka vakt. Tað skal broytast, soleiðis at størri áhugi er at arbeiða meira.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2023
Farnetið, sum Føroya Tele letur byggja saman við Ericsson, er í avgjørdum heimsklassa. Tað vísa ferðmátingar, sum partarnir hava gjørt, nú farnetið verður gjørt til reiðar fyri almenninginum. Úrslitið av mátingunum seta evropeiskt met, tá ið talan er um ferð.
Allir føroyingar kunnu vænta sær nógv burtur úr nýggja farnetinum, sum Føroya Tele letur byggja saman við Ericsson. Fyrireikingarnar eru í hæddini, og nýggjar mátingar vísa, at ferðin á farnetinum er tann besta, sum higartil er máld á einum farneti í Evropa sigur Føroya Tele í tíðindaskrvi.
Ferðmátingarnar vórðu gjørdar á sokallaðu 5G mmWave-tøknini, sum er partur av nýggja farnetinum. Hægsta ferðin, sum varð máld, var 6Gbps, og tað er evropeiskt met. Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti, er fegin um mátingarnar.
- Tað er okkara mál at leggja lunnar undir tøkniligar framtíðarmøguleikar hjá fólki og fyritøkum í Føroyum, og ferðmátingarnar, sum vit hava gjørt saman við Ericsson, eru sjón fyri søgn, at fólk og fyritøkur kunnu vænta sær nógv burtur úr nýggja farnetinum.
Í stuttum er 5G mmWave-tøknin væl egnað á økjum, har ið nógv fólk brúka farnetið samstundis, og hon ger, at fólk skjótt og ómakaleyst kunnu flyta sera stórar datamongdir um farnetið.
Ericsson varpar eisini ljós á nýggja evropeiska metið og hevur sent tíðindaskriv út til altjóða fjølmiðlar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2023
Játtan er fingin til endamálið. Endamálið er at savna inn hagtøl og gera skipaðar kanningar av ferðsluvanlukkum
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur í nógv ár havt ynski um at fáa eina skaðanevnd setta á stovn í Føroyum, eins og tey hava í okkara grannalondum.
Hetta var eisini eitt av høvuðsevnunum á fundi í februar millum Dennis Holm, landsstýrismann við ferðslumálum, og Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Eftir fundin er fyrireikingararbeiðið sett í gongd, og játtan er fingin til endamálið. Hetta fegnast landsstýrismaðurin um og vísir á týdningin av einari slíkari nevnd.
- Tað er sera týdningarmikið, at vit í Føroyum hava eina skaðanevnd, eins og flestu grannalond okkara hava. Endamálið er at savna inn hagtøl og gera skipaðar kanningar av ferðsluvanlukkum til tess at fyribyrgja aðrar vanlukkur og røkka aðalmálinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd um, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2023
Hotel Atlantic hevur yvirtikið Hotel Vágar frá Gist og Vist. Hotellið skal høvuðsumvælast og nútímansgerast
Hotel Atlantic, sum stendur fyri hotell-virkseminum hjá Atlantic Airways, keypir Hotel Vágar frá Gist og Vist samtakinum. Partarnir skrivaðu undir keypssáttmála hósdagin.
Gist og Vist samtakið hevur selt Hotel Vágar til eitt dótturfelag hjá Atlantic Airways, Pf. Ognarfelagið matr. nr. 605b, Sørvágur. Pf. Hotel Atlantic, sum frammanundan rekur Hilton Garden Inn Faroe Islands, fer eisini at standa fyri rakstrinum av Hotel Vágar. Partarnir hava undirskrivað keypssáttmála, og nú er næsta stigið at høvuðsumvæla Hotel Vágar.
- Vit kundu ikki siga nei til henda møguleikan. Tað er umráðandi, at eitt gott hotell liggur við flogvøllin at veita tænastu á hesum týðandi sambindingarliði til og frá útheiminum. Hotel Vágar liggur harafturat miðskeiðis í Vágum, sum er eitt frálíkt ferðamál í sjálvum sær. Hetta stigið er tískil eisini ein liður í at menna ferðavinnuna og bjóða gisting uttan fyri høvuðsstaðin, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Pf. Hotel Atlantic.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Nevndarformaðurin leggur dent á, at Pf. Hotel Atlantic fer at reka Hotel Vágar sum sjálvstøðugt hotell, ið ikki verður partur av Hilton ella nakrari aðrari hotell-ketu, tó at góður møguleiki er fyri samstarvi millum hotellini.
- Vit fara beinanvegin í holt við at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, ið hevur 25 kømur. Hotellið letur upp í nýumvældum hølum í heyst, tá vit verða til reiðar at bjóða bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum góðar frítíðar- og gistingarmøguleikar í Vágum, sigur Niels Mortensen.
Hann vísir eisini á, at Hotel Vágar harumframt verður væl hóskandi til at hýsa útlendskum tyrluskiparum og -bjargarum, sum fara at venja í tyrlusimulatorinum hjá føroyska flogfelagnum, Atlantic Airways Aviation Academy, ið fer til verka fyrra hálvár 2024.
Stjórin í Gist og Vist, Johannes Jensen, heldur eisini, at avtalan millum partarnar er rætta loysnin fyri at menna Hotel Vágar til eitt serstakt hotell í Vágum, har Atlantic Airways frammanundan hevur sítt høvuðsvirksemi á flogvøllinum sum loftbrúgvin millum Føroyar og umheimin.
Partarnir eru samdir um ikki at upplýsa keypskostnaðin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2023
Atlantsflog fylti 35 ár í vikuni, og felagið valdi dagin til at fortelja, hvussu flogið verður til New York í ár og at boða frá, at tað verður møguleiki at flúgva beinleiðis til Tenerife á heysti 2024
Seinni í ár verður fyri fyrstu ferð nakrantíð gjørligt at flúgva rutuflúgving tvørtur um Atlantshavið beinleiðis úr Føroyum til New York. Nú kann Atlantic Airways nevniliga kunngera, at beinleiðis flúgvingin til USA byrjar 22. august í ár, og ferðaseðlarnir verða settir til sølu 15. maj, og fara at kosta úr 5.995 krónum fyri túrin aftur og fram.
- Vit fegnast um, at vit endiliga kunnu bjóða føroyingum møguleikan at flúgva beinleiðis til New York. Áhugin fyri rutuni hevur verið sera stórur bæði millum føroyingar og útlendingar, heilt síðani tað kom út, at vit løgdu ætlanir um beinleiðis flúgving til USA, og tað fegnast vit sjálvandi um, og vit vænta, at hetta fer at hepnast væl, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
Flogið verður millum Vágar og Stewart flogvøllin, sum liggur ein góðan tíma uttan fyri New York.
Orsøkin til, at tað verður júst Stewart International Airport er, at har bar til at fáa bestu lendingstíðina. Tað verður skipað fyri bussflutningi inn til New York í sambandi við komunar hjá Atlantic Airways, og tað fer at bera til at keypa sær pláss við bussinum frammanundan.
Atlantic Airways fer at flúgva úr Vágum til New York sjey týsdagar frá 22. august til og við 10.
oktober, og flogferðin heim aftur verður mikudagar. Flogtíðin verður umleið sjey tímar.
Flúgvingin til New York verður síðani tikin upp aftur á vári 2024.
Nýtt sól-ferðamál
Tað er ongin loyna, at sól-ferðamálini hjá Atlantic Airways eru sera væl umtókt. Bæði Barcelona og Mallorca, ið flogið verður til um summarið, og ikki at gloyma Gran Canaria, hagar Atlantic Airways flýgur um veturin.
Gran Canaria verður sjálvandi aftur á ferðaætlanini komandi vetur, og flogið verður um jólini tann 19. og 29. desember 2023. Hesar dagar verður flogið aftur og fram sama dag.
Eftir hetta verður Gran Canaria fast á skrá hvønn týsdag frá 9. januar til 26. mars 2024, og tá verður heimferðin til Føroya úr Las Palmas mikudagar. Seinasti túrurin til Gran Canaria í 2024 verður mikudagin 3. apríl, og tann dagin verður flogið aftur og fram sama dag.
Sølan til Gran Canaria komandi vetur byrjar 17. apríl 2023.
- Føroyingar hava tikið serstakliga væl undir við at flúgva til Gran Canaria og heitari veðurlag, tá tað er myrkt og kalt í Føroyum, og tí hava vit gjørt av at seta enn meira #SÓLUMVETURIN á rutukortið og fara tí at flúgva beinleiðis til Tenerife á heysti 2024, sigur Jóhanna á Bergi.
Meira kunning um dagfestingar, og nær sølan byrjar kemur í heyst.
Styrkt súluskipan
Í sambandi við 35 ára føðingardagin fáa øll, sum eru limir í Súlubonus-skipanini hjá Atlantic Airways, 350 stig í føðingardagsgávu.
Frameftir fara tey, sum forvinna meira enn 10.000 stig um árið, at fáa eitt silvurkort. Harafturat fer tað eisini at verða skjótari at forvinna stig til bæði gull og basaltkort. Tað fer nú at krevja 15.000 stig fyri at fáa eitt gullkort og 25.000 stig til eitt basaltkort. Hesi kortini eru nú gjørd talgild fyri at sleppa undan framleiðslu av óneyðugum plastikk-kortum. Tað ber til at taka kortini niður í tína ‘wallet’-app til at vísa fram eftir tørvi. Tú skalt bara rita teg inn á tín súlubonusvanga á kaganum, haðani tað síðani ber til at taka kortið niður á tína snildfon.
Fyri at forvinna súlustig, skalt tú bara tøppa títt súlubonusnummar inn, tá ið tú skrivar teg inn til ferðina. So verða stigini skrásett.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2023
- Hevur tú ikki ringt til læknavaktina, er ongin hjálp at heinta
Er persónur komin illa fyri líkafram er komin deyðanum nær, nyttar einki at fara á Landssjúkrahúsið at leita sær hjálp.
Har slepst ikki framat uttan at ein hevur ringt frammanundan við vanda fyri at skula sita í bíðirøð og sleppa framat í langa tíð.
Tað er lærdómurin, sum ein ung mamma at einum bróstabarni fekk at kenna tá hon gjørdist brádliga sjúk nú ein dagin.
Omman hjá lítla barninum – mamma kvinnuni, ið gjørdist ila fyri – valdi í gjár at skriva um tilburðin á Facebook. Niðurstøðan í hesi frágreiðingini er, at tað einki nyttar at banka uppá á Landssjúkrahúsinum, tá tað stendur um lív – uttan so, at onkur portørur hoyrir neyðarrópini
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2023
Talið á eldri fólki veksur munandi komandi 20 árini, og tað setur stórt trýst á útreiðslurnar til almannamál. Íløgur í almannaøkið hjá tí almenna eru tó truplar at fáa eyga á, samanborið við íløgur í undirstøðukervið
Alneyðugt er longu nú at raðfesta ímillum almennu íløgurnar, tí vaksandi talið á eldri fólki er ein avbjóðing fyri fíggjarpolitiska haldførið. Í tíðarskeiðinum 2020 til 2030, tað vil siga uppá 10 ár, veksur talið á eldri fólki omanfyri 80 ár við 50 prosentum.
Uppá 20 ár; frá 2020 til 2040, veksur talið á eldri fólki omanfyri 80 ár við nærum 100 prosentum (tað vil siga tvífaldast). Somuleiðis tvífaldast talið á 90+ ára gomlum í tíðarskeiðinum 2020 til 2040.
Trýstið á útreiðslur til almannamál komandi árini er tí sera stórt.
Í myndini omanfyri eru almennar útreiðslur til nýtslu (rakstur) av heilsu- undirvísing- og almannamálum býtt á aldursbólkar.
Tølini í myndini fevna ikki um almennar útreiðslur til flytingar sum fólkapensjón ella útbúgvingarstuðul (so hesar útreiðslur koma afturat nýtsluni). Myndin vísir, at tað í ungu árunum serliga eru útreiðslur til skúla og barnaansing, sum gera seg galdandi, meðan útreiðslur til heilsuverk og serliga eldrarøkt, veksa í árunum eftir pensjónsaldur. Í myndini sæst, at almennu útreiðslurnar fyri hvønn persón veksa, tá aldurin fer upp um 80 ár og uppaftur meira, tá ið fólk røkka 90 ára aldur og uppeftir. So hvørt sum talið á eldri fólki økist komandi árini, fara almennu útreiðslurnar til vælferðartænastur sum heilsuverk, pensjónur og eldrarøkt, at veksa munandi, so samlaðu almennu útreiðslurnar fara at veksa munandi skjótari enn inntøkurnar.
Myndin niðanfyri vísir íløguútreiðslurnar hjá landsfyrisitingini frá 1998 til 2021 býtt á útvaldar íløgupostar. Reyða økið í myndini vísur íløgur í almanna økið, sum ikki fyllir serliga nógv, meðan bláa økið vísir íløgur í undirstøðukervið.
Alneyðugt er longu nú at raðfesta ímillum almennu íløgurnar, tí vaksandi talið á eldri fólki er ein avbjóðing fyri fíggjarpolitiska haldførið. Tað hevði verið skynsamt, um politiska skipanin framdi eina ítøkiliga íløguætlan hjá øllum almenna geiranum undir einum. Hetta merkir samstundis, at politiska skipanin má raðfesta millum allar almennu íløgurnar, ið liggja fyri framman.
Landsbanki Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2023
Málið er at laga niður forðingar, sum kunnu verða millum ymsu skipanirnar, tá tørvur er á at tryggja sameindar og samskipaðar tænastur til børn og ung.
Málið er at laga niður forðingar, sum kunnu verða millum ymsu skipanirnar, tá tørvur er á at tryggja sameindar og samskipaðar tænastur til børn og ung.
Partarnir í semjuskjalinum eru samdir í, at økt samstarv er neyðugt fyri at tryggja, at børn og ung kunnu verða sett fremst í tænastuveitingunum, og fyri at vit hava eitt barnavinarligt samfelag.
Fyribyrgjandi átøk og heilsufremandi tiltøk mugu eisini verða partar í tilgongdini fyri at røkka málinum.
Farið verður undir eina verkætlan við støði i eini verkætlanarlýsing, sum partarnir skulu góðkenna. Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur leiðsluna av verkætlanini, og øll virkisøkini luttaka virkið í arbeiðinum og við øllum neyðugum upplýsingum.
Málið er at seta barnið í fremstu røð, tá ið tænastur verða veittar frá ymsu pørtunum og at virka í felag fyri, at tænasturnar verða sameindar og samskipaðar, fyri at røkka einum so góðum úrsliti sum møguligt.
Visiónin er, at Føroyar skulu verða tað besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í. Øll børn og ung skulu hava tryggar og góðar karmar, sum tey mennast og mentast í, til tess at tey blíva heil menniskju, sum kunnu virka í einum rúmligum demokratiskum samfelagi, har øll trívast.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2023
Talan er um størstu burðardyggu virðislønina í Bretlandi, ið heiðrar grøn frambrot í mun til eitt nú átøk og verkætlanir hjá fyritøkum
Føroyska vinnusamstarvið Burðardygt Vinnulív vann hóskvøldið flotta virðisløn á Edie Awards 2023 í London í samband við, at verkætlanin var tilnevnd í bólkinum "Partnership and Collaboration of the Year".
Í kappingini millum níggju onnur tilnevnd frá øllum heiminum, fór Burðardygt Vinnulív avstað við flotta virðislønini í bólkinum. Hetta er ein sera stórur heiður og herðaklapp til Burðardygt Vinnulív! At vinna ein tílíkan heiður er sannroynd um, at stóra arbeiðið og úrslitið, ið verkætlanin á triðja ári nú leggur eftir seg av sonnum vísir sítt virði.
- Vit eru ómetaliga glað og stolt yvir at hava vunnið The Partnership and Collaboration Award. Hesin heiðurin er prógv um, at vit eru á rættari leið og hava gjørt eitt megnar arbeiði innan burðardygga økið, sigur Jan Ziskasen, nevndarformaður í Burðardygt Vinnulív.
Føroya Tele er ein av tólv fyritøkum í Burðardygt Vinnulív, og umboðandi samtakið luttóku Jan Ziskasen, samtaksstjóri, Eva Skeel Nolsø, produkt-og marknaðarstjóri og Brian Rasmussen, leiðari á byggideildini á tiltakinum í London hóskvøldið og vóru somuleiðis við at taka móti virðislønini.
Tær tólv stovnandi fyritøkurnar í Burðardygt Vinnulív eru: Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist og Vist, JT electric, KJ Hydraulik, MBM, Pf. Poul Michelsen, SMJ og Vónin.
Hetta er 16. árið, at skipað verður fyri Edie Awards. Talan er um størstu burðardyggu virðislønina í Bretlandi, ið heiðrar grøn frambrot í mun til eitt nú átøk og verkætlanir hjá fyritøkum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2023
Tey hava nú stovnað Pf. Heimasta Horn II, sum hevur til endamáls at eiga og reka leigubústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn
Tryggingarfelagið LÍV og almenna bústaðafelagið Bústaðir hava nú stovnað Pf. Heimasta Horn II, sum hevur til endamáls at eiga og reka leigubústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn. Talan er um verkætlan, sum fevnir um 22 leigubústaðir, ið væntandi verða klárar at flyta inn í seint á sumri 2023.
LÍV hevur leingi havt ynski um at virka á og stuðla undir leiguíbúðarmarknaðin og fegnast tí um, at tað hevur eydnast at gera samstarvsavtalu við Bústaðir. Avtalan er fyrsta stigið, ið skal tryggja, at báðir partar røkka longur, enn um teir vóru hvør sær.
Ætlanin er, at fleiri verkætlanir fara at leggjast afturat í samstarvinum. LÍV arbeiðir miðvíst við at gera íløgur í marknaðin fyri leiguíbúðir í Føroyum. Eitt av endamálunum hjá Bústøðum er at tryggja fjølbroytni á føroyska bústaðarmarknaðinum og passar tí væl til hugsjónina hjá LÍV.
– LÍV ynskir at tryggja kundum okkara eitt nøktandi avkast, og íløgurnar skulu koma kundunum til góðar. Vit meta tí, at tað passar væl inn í okkara virkisøki, at eftirlønaruppsparingarnar koma út at arbeiða í Føroyum. Samstundis eru vit við til at loysa eina stóra samfelagsliga avbjóðing, sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV.
Andras Róin, stjóri á Bústøðum sigur:
– Vit fegnast um at tað hevur eydnast at fáa hetta samstarvi í lag. Talan er um slóðbrótandi og nýskapandi samstarv, har tað almenna bústaðafelagið og føroyskur pensjónskapitalur ganga hond í hond. Við hesum kunnu vit røkka longur, og meira ferð kann setast á byggingini av leigubústøðum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2023
Sparikassin er nøgdur við úrslitið og við at grundraksturin er styrktur í árinum
Úrslitið áðrenn skatt í 2022 var eitt avlop upp á 14,8 milliónir krónur. Sparikassin er nøgdur við úrslitið og við at grundraksturin er styrktur í árinum.
Virksemi støðugt
Útlánini øktust úr 2.025 milliónum krónum upp í 2.043 milliónir, sum svarar til ein vøkstur upp á 18 milliónir krónur ella 0,9 prosent.
Innlánini lækkaðu úr 2.464 milliónum krónum niður í 2.460 milliónir, sum svarar til eina lækking upp á 4 milliónir ella 0,2 prosent.
Ábyrgdarpeningurin øktist úr 33,6 milliónum upp í 34,3 milliónir krónur, ið svarar til eina øking upp á 0,7 milliónir ella 2,1 prosent. Mælt verður til at renta ábyrgdarpeningin við 4 prosent í 2022, og miðað verður eftir at renta ábyrgdarpeningin við 5 prosent í 2023.
Grundrakstur styrktur
Grundraksturin í 2022 er ávirkaður av stakútreiðslum í sambandi við at tekjan á høvuðsbygninginum er skift. Hóast hetta øktist grundraksturin úr 21,2 milliónum krónum upp í 23 milliónir krónur í 2022, sum er ein øking upp á 1,8 milliónir.
Gjaldførið er gott. Við ársenda 2022 var lyklatalið fyri gjaldførið 308 prosent í mun til lógarkravda gjaldførið á 100 prosent.
Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2022 var solvensurin 27,1 prosent sammett við 25,4 prosent árið fyri.
Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður 13. apríl 2023.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2023
Innlánsrentur hjá privatum hækka við upp til einum prosentstigi, meðan innlánsrentur hækka við upp til 0,75 prosentstigum
Higartil í ár hevur danski tjóðbankin hækkað rentuna í tveimum umførum við samanlagt 0,85 prosentstigum. Hetta er gjørt fyri at tálma eftirspurninginum eftir vørum og tænastum og harvið minka um inflasjónina.
Rentuhækkingarnar hava við sær, at Betri Banki eisini hækkar inn- og útlánsrenturnar.
Fyri privat hækka renturnar soleiðis:
• Innlánsrentur hækka við upp til 1%-stigum.
• Útlánsrentur hækka við upp til 0,3 %-stigum.
Fyri vinnukundar hækka renturnar soleiðis:
• Innlánsrentur hækka við upp til 0,75 %-stigum.
• Útlánsrentur hækka við upp til 0,5%-stigum.
Broytingarnar koma í gildi tann 1. mai.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2023
SMS-samtakið, sum millum annað fevnir um Miklagarð, Bónus-handlarnar, Mylnuna, Dvøljuna og Miðlon, hevði góðar 12 milliónir krónur í avlopi í fjør. Tað er 20 milliónir krónur minni enn í 2021
SMS-samtakið hevði góðar 12 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2022. Tað er umleið 20 milliónir krónur minni enn í 2021, og sostatt sæst inflatiónin væl aftur á botnlinjuni hjá samtakinum.
Ársúrslitið hjá SMS-samtakinum, Pf. SMS, var góðar 12 milliónir krónur eftir skatt í fjør. Tað er umleið 20 milliónir krónur minni enn í 2021 – svarandi til eina minking á 60 prosent.
- Eingin sleppur undan inflatiónini – heldur ikki okkara samtak. Vit kunnu bert vóna, at henda prísflóðin, sum skolar inn yvir heimin í løtuni, fjarar skjótt aftur, sigur Niels Mortensen, stjóri og høvuðspartaeigari í SMS-samtakinum.
Hann vísir á, at henda myndin verður uppaftur klárari, tá hugt verður at umsetninginum hjá SMS-samtakinum í fjør. Umsetningurin øktist 40 milliónir krónur – úr 606 milliónum krónum í 2021 upp í 646 milliónir krónur í 2022.
- Samanumtikið hava vit sostatt selt fyri 40 milliónir krónur meira, samstundis sum úrslitið er minkað 20 milliónir krónur. Henda støðan er hvørki hugalig hjá kundum ella fyritøkum, staðfestir Niels Mortensen.
280 ársverk eru í SMS-samtakinum. Tá ið starvsfólkahópurin verður gjørdur upp eftir starvsbrøki hjá ymisku starvsfólkunum, so svarar tað til umleið 780 fólk á lønarlistanum hjá samtakinum. Høvuðsvirksemið hjá SMS-samtakinum er Miklagarður, Bónus-handlarnir kring landið, Mylnurnar, Dvøljan og Miðlon.
Raðfesta umhvørvið
Stjórn og nevnd hava seinnu árini arbeitt miðvíst fyri at tillaga SMS-samtakið til eitt umhvørvisvinarligt virkissamtak.
SMS er um at vera liðugt at útfasa t.d. køli- og frystiútgerð, sum brúkar skaðandi evnið freon. Hitin, sum kemur frá køliskipanini, verður endurnýttur at hita bygningar, og higartil er henda skipanin við avlopshita farin at virka í meira enn helvtini av samtakinum. SMS var fyri nøkrum árum síðani eisini knýtt upp í fjarhitaskipanina. Led-perur verða brúktar, og eldri køliútgerð verður skift út til køliútgerð við hurðum og lúkum fyri at spara orku.
Mataroyðsl hevur eisini høga raðfesting hjá SMS-samtakinum, sum roynir at stýra innkeypinum so neyvt sum møguligt eftir tørvinum hjá kundunum. Um ov nógv verður keypt inn, verður tað selt fyri tilboðsprís so skjótt sum gjørligt, og kundin fær tá møguleika at fáa bíligar matvørur í góðari tíð fyri seinasta nýtsludag.
Samfelagssinni er týðandi
SMS-samtakið er vorðin ein lutfalsliga stórur leikari í føroyska samfelagnum. Samtakið sær tað tí sum sína skyldu at vísa samfelagssinni – at bera samfelagnum aftur.
Samtakið stuðlar ítrótti, frítíðarlívi og øðrum samfelagsgagnligum átøkum. SMS-samtakið læt 2,5 milliónir krónur til ítrótt og onnur samfelagsgagnlig endamál í 2022.
Í nevndini í Pf. SMS sita Christian Andreasen, formaður, Mogens Nielsen fyri NM Holding, umframt Kaj Johannessen og Niels Johannessen, sum umboða Pf. Farcod.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2023
Í vikuni sendi reiðaríið út tíðindaskriv um at Pf. Líðin hevur selt Arctic Viking til JFK Trol, tó skiftir skipið ikki heimstað ella navn
- Arctic Viking kom til Føroya í juni 1986, og hava vit sostatt 37 ár á baki, so hetta má kallast okkara lívsverk.
Soleiðis byrjar fyrrverandi reiðarin, Jóhan Joensen, í Kollafirði, tíðindarskrivið, sum varð sent út mánadagin.
- Ikki sørt, at tað var við blandaðum kenslum og sorgblídni at síggja skipið sigla út eftir Kollafirði fyri seinastu ferð við Pf. Líðini sum eigara, eftir at vit høvdu tikið avgerð um at selja skipið, verður sagt víðari.
Orsøkin til søluna er tó einføld, og grundað.
- Vit hava ikki nóg mikið av rættindum at dríva lønandi fiskiskap alt árið, og hava einans kvotur til fiskiskap eftir rækjum í Barentshavinum, og hesin fiskiskapurin er einans lønandi í tíðarskeiðnum frá mars til og við september, verður sagt víðari.
Reiðaríið vísir eisini á, at fyrr hevði skipið rættindir til rækjur í Eysturgrønlandi og á Flemish Cap, men hesi rættindir eru mist, ið vóru partur av avtaluni, sum vóru millum Føroyar og ES, og tí hevur eingin fiskiskapur verið síðan fiskivinnusamstarvið slitnaði fyri tveimum árum síðan, og eingi rættindir eru vunnin aðrastaðins.
Reiðaríið vísir eisini á, at í 2020 var umleið helmingurin av umsetninginum hjá Arctic Viking undan Eysturgrønlandi.
Sagt verður eisini, at álitið í fleiri ár var Flemish Cap, men har er eingin rækjufiskiskapur longur.
JFK Trol keypti seg inn í felagið í 2021
Í september í 2021 keypti JFK Trol seg inní reiðaríið. Tó var ikki greitt, hvussu stóran part reiðaríið í Klaksvík hevði keypt av Pf. Líðini.
Tá varð sagt, at tað var ikki ynskiligt, at upplýsa slíkt.
Áðrenn Hanus Hansen kom upp í felagið, vóru teir sjey eigarar í felagnum. Hanus Hansen kom upp í nevndina í partafelagnum sum áttandi maður.
Samstarvið hevur eydnast somikið væl, at JFK trol nú hevur keypt Arctic Viking við kvotum, men sama manning fer framvegis at sigla við skipinum, umframt at skipið fer at varðveita sama navn og heimstað. Sostatt verður Arctic Viking framvegis heimahoyrandi í Kollafirði.
- Seinastu tvey árini, hava vit fingið tillutað tosk frá JFK í norska og russiska partinum av Barentshavinum, og hevur hetta bjargað rakstrinumm sigur reiðaríið.
Arctic Viking er bygdur sum rækjutrolari í 1986, men varð í 2019 umvældur fyri 30 milliónir krónur, tá skipið eitt nú fekk nýggjan høvuðsmotor umframt ymsar stórar dagføringar.
Arctic Viking hevur rækjuloyvir í russiskum sjógvi, við Svalbarð og í altjóða sjógvi.
Í 2021 keypti skipið rættindi til eisini at fiska kongafisk, svartkalva og annan fisk í altjóða Nafo-øki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2023
Skipið varð yvirtakið í vikuni
Norska uppsjóvarskipið Mostein, sum nú verður nýggi Eysturbúgvin, kom á Havnina í vikuni.
Skipið er keypt úr Noregi fyri 35 milliónir, og loysir gamla Eysturbúgvan, sum sakk í fjør, av.
Navnið verður Eysturbúgvin, og skipið skal skrásetast í Dali.
Mostein er 45 metrar langur, og varð bygdur í 2001. Skipið er nakað størri enn undanfarni Eysturbúgvin.
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2023
Enniberg kom fullfermdur á Havnina mánamorgunin
Í góðveðrinum tíðliga mánamorgunin kom frystitrolarin, Enniberg, fullfermdur á Havnina. Teir hava roynt í russiskum og í norskum sjógvi og høvdu umleið 950 tons av flaki.
- Vit fóru úr Føroyum 8. januar. Vit royndu í russiskum sjógvi til síðst í januar og hava síðani roynt í norskum sjógvi. Skipið er fult, og nærum alt er toskaflak, so túrurin var góður.
Tað sigur skiparin, Karl Danielsen.
- Vit vóru 35 mans. Aldursmunurin var frá 18 til 69 ár, so tað var ein góður blandingur av góðum fólki, sum vita, hvat teir skulu gera. Tá er lætt at vera skipari, sigur Karl skemtandi – men meinar tað hann sigur um fólkið.
- Nú skal skipið landast og okkurt smávegis viðlíkahald gerast. Eftir tað verður kósin óivað sett móti Svalbarð, har skipið skal fiska rækjur.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2023
Ungmannafelagið hjá Framsókn heldur ikki, at ein slíkur felagsskapur hoyrir heima á fíggjarlógini
Ungmannafelagsskapurin hjá Framsókn, Framsøkin Ung, heitir nú á løgtingið um at taka játtanina til felagsskapin Pro Vita av fíggjarlógini.
Pro Vita er ein felagsskapur, sum hevur til endamáls at “verja lív, frá gitnaði til náttúrligan deyða”, og harvið arbeiðir ímóti møguleikanum fyri at kvinnur fáa lættari møguleika fyri at kunna fáa abort.
Felagsskapurin hevur í eitt áramál fingið stuðul frá landskassanum. Í løtuni er hesin stuðulin 300.000 krónur árliga.
Framsøkin Ung skriva nú í eini áheitan á tingið, at málið ikki snýr seg um hvat felagsskapurin Pro Vita stendur fyri, men sigur at slíkir felagsskapir ikki hoyra heima á fíggjarlógini.
Skrivið kann lesast á lesarin.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2023
Taras hevur arbeitt við eini verkætlan, ið tekur støði í burðardyggari framleiðslu av stívilsi úr føroyskum tara – m.a. til fóðurframleiðslu til føroysku alivinnuna
Tað var ein spentur rektari, sum tók ímóti einari fúsari fjøld av ungum íverksetarum seinasta fríggjamorgun, tá Miðnám á Kambsdali var karmur um eina spennandi og læruríka íverksetarakapping.
Teir níggju dómararnir úr føroyska vinnulívinum gjørdu seg til reiðar til ein drúgvan og innihaldsríkan dag, har teir skuldu meta um 16 verkætlanir hjá 54 næmingum úr Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnám á Kambsdali og Glasi. Verkætlanirnar skuldu nú standa sína roynd – bæði sum framsýningar, settar upp á básum, framløgum fyri øllum í auluni og at enda samrøðum við dómararnar.
Høvuðsdómarin, Regin W. Dalsgaard, vísti í dómsrøðuni á fleiri rák, sum í serligan mun tykjast at merkja virkishugin hjá ungu og evnaríku íverksetarunum.
– Stuttflutt, burðardygd, nýnýtsla, heimsmál, altjóða marknaðir og pengar. Tað er yvirskriftin her á Kambsdali í dag. Tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv tit ungu hugsa um júst hetta, tí tað er nevnliga sera týdningarmikið, og tað er vorðið krav, um ein skal klára seg í vinnuni í dag.
Stívilsi úr føroyskum tara
Vinnarabólkurin, Taras, hevur arbeitt við eini sannførandi verkætlan, ið tekur støði í burðardyggari framleiðslu av stívilsi úr føroyskum tara – m.a. til fóðurframleiðslu til føroysku alivinnuna.
Úr dómsrøðuni: – Vinnarin av Ungt Virki í 2023 er ein fyritøka sum hevur stýr uppá alt. Tey klára at nøkta ein tørv og klára at gagnnýta eitt tilfeingi, sum vit hava nokk av. [ ] hendan verkætlanin kann prógva okkum at blíva burðardygg - ikki bara umhvørvisburðardygg, men fíggjarliga burðardygg.
Sostatt kemur Taras at umboða Føroyar í finaluumfarinum í Keypmannahavn 26. apríl, har 42 bestu liðini í ríkinum fara at dystast um besta hugskotið. Anna Eystberg Hofgaard úr Betri handaði bólkinum høvuðsvinningin á 5.000 krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2023
FiiC arbeiðir við at styrkja sambondini millum Føroyar og Ísrael innan tøkni- og handilsvinnu
Grundarlag er fyri at fara undir tættari samstarv millum Ísrael og Føroyar, serliga tá tað kemur til nýggjar hættir at framleiða grønmeti og frukt.
Tað er ein av niðurstøðunum í føroyskt-ísraelska samstarvinum, ið kallar seg FiiC, Faroe Israel Innovation Center.
FiiC varð sett á stovn í september í fjør, í samstarvi við føroysku sendistovuna í Ísrael, og hevur til endamáls at menna sambond millum Føroyar og Ísrael fyri at styrkja tøkni- og handilsvinnu. Ísrael hevur umfatandi kunnleika innan KT og matframleiðslu, sum kunnu koma føroyska vinnulívinum til góðar.
Á vitjan í Føroyum hevur FiiiC toymið møtt fólki í føroysku tøkni- og handilsvinnuni, har tey millum annað hava lært um avbjóðingar innan matframleiðslu í Føroyum, millum annað at nærum alt grønmeti og frukt verður innflutt.
Amir Yavniely, stovnari og stjóri í FiiC
Amir Yavniely, stovnari og stjóri í FiiiC, setti sær fyri at arbeiða fyri at loysa avbjóðingarnar innan matframleiðslu og matvørutryggleika í Føroyum, við at menna ísraelska tøkni innan landbúnað í Føroyum.
FiiiC hevur ment sterk sambond við vakstrarhús í Norðurísrael ið arbeiðir við sergrein innan hydroponic, aquaponic og onnur háttaløg innan landbúnað.
Byrjunarkanningar vísa, at grundarlag er at fara undir vinnuligt virksemi innan hetta økið í Føroyum. Hetta kann økja munandi um føroyska framleiðslu av grønmeti, frukt, soppum, fóðri o.a. Endamálið er at skapa eitt gott og burðardygt vinnugrundarlag, samstundis við at økja um úrvalið av stuttfluttum føroyskum vørum.
Meira á heimasíðuni fiic.com
Mynd herundir frá vakstrarhúsi í Ísrael
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2023
Eydnaðist ikki at finna semju um býtið av markelstovninum fyri 2023
Eftir mong og drúgv samráðingarumfør síðan í fjør, sum endaðu hesa vikuna í London, ásannaðu Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg, at grundarlag var ikki fyri at halda fram við samráðingunum um at býta makrelstovnin sínámillum fyri 2023.
Bretski formansskapurin, sum hevði sett sum freist 31. mars í ár fyri einari semju um makrelbýtið fyri 2023, handaði formansskapin til Ísland eftir semju millum øll strandarlondini.
Eftir ætlan verða samráðingarnar millum strandarlondini tiknar upp aftur í London í september mánaði í ár, og verða tær um at býta makrelstovnin fyri 2024 og komandi árini.
Tískil fer Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, eftir ráðførslu við uttanlandsnevnd Løgtingsins at áseta endaligu makrelkvotuna hjá Føroyum fyri 2023 í næstu framtíð og í seinasta lagi í mai mánaði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2023
Bruttoúrslitið var 62,5 milliónir krónur í fjør
Á aðalfundi mikudagin kundi Elektron framleggja ein roknskap fyri 2022, sum vísir at yvirskotið áðrenn skatt er 18,1 milliónir krónur, og eftir skatt 14,9 milliónir.
Bruttoúrslitið var 62,5 milliónir krónur í fjør. Hetta er ein hækking upp á 1,9 milliónir í mun til árið fyri.
Elektron er væl fyri fíggjarliga. Gjaldførislutfallið er 148,3 prosent og ongin rentuberandi skuld er.
Fíggjarstøðan javnvigar við 68,5 milliónum krónum og eginognin var 43,3 milliónir, ið svarar til ein solvens upp á 63 prosent.
Roknskapurin er at finna á heimasíðuni hjá Elektron
Nógv virksemi hevur verið, bæði innan menning og viðlíkahald av skipanum og innan hýsingar- og nettænastur, eins og gjaldstænastan Mínrokning verður nógv brúkt. Samlaða skipanarumhvørvið er fjøltáttað, og Elektron hevur eina breiða forrætningsvitan um KT-infrakervið og týðandi skipanir á føroyska marknaðinum og um dátu- og rakstrartrygd – hetta er alt til gagns fyri føroyska borgaran.
Við góða úrslitinum kundi Elektron loyva sær at rinda 6 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar.
Eftir aðalfundin í dag skipaði nevndin seg av nýggjum við Jean Djurhuus, stjóra í Betri Banka, sum nevndarformanni, og við Briani Smedemark, stjóra í Trygd, sum næstformanni. Jean Djurhuus er nývaldur, og kom í nevndina fyri Sóleyð Hofgaard, ið er fráfarandi næstforkvinna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2023
Sølan í føstum prísum var lægri í øllum vørubólkum 4. ársfjórðing 2022 í mun til sama tíðarskeið í 2021, skrivar Hagstovan
Sølan frá 3. til 4. ársfjórðing veksur aloftast vegna jólasøluna, og seinasta ár var heldur einki undantak. Sølan í føstum prísum var harafturímóti lægri í øllum vørubólkum 4. ársfjórðing 2022 í mun til sama tíðarskeið í 2021. Sølutølini benda tó á, at hóast prísvøksturin hevur verið størstur á matvørum, so gongur hetta mest útyvir søluna hjá klædna- og skógvahandlum.
Tað skrivar Hagstovan, nú sølan fyri smásølu er gjørd upp fyri 4. ársfjórðing í fjør.
Frá november 2021 til november í fjør var prísvøksturin 10,1 prosent. Hetta er størsti árligi prísvøkstur í nógv ár, og eins og fyri 3. ársfjórðing í 2022, ávirkaði hetta eisini søluna fyri 4. ársfjórðing í fjør.
Prísir á mati og drykkjuvørum hækkaðu 13 prosent frá 4. ársfjórðingi í 2021 til 4. ársfjórðing í fjør. Verður sølan gjørd upp í ársins prísum, var hon fýra prosent hægri hetta tíðarskeiðið, men máld í føstum prísum, var sølan átta prosent lægri hetta tíðarskeiðið.
Slaka sølan samanborin við undanfarin tíðarskeið er eisini galdandi fyri vørubólkin "húsbúnað og húsarhaldsútgerð". Prísir á 'húsbúnaði og húsarhaldsútgerð' hækkaðu 13 prosent frá 4. ársfjórðingi í 2021 til 4. ársfjórðing í fjør. Sølan í ársins prísum hetta tíðarskeiðið var nakað tað sama sum árið fyri, men umroknað til fastar prísir lækkaði sølan hetta tíðarskeiðið 12 prosent, skrivar Hagstovan.
Søla av klædnavørum og fótbúnaði er eisini merkt av prísvøkstrinum í samfelagnum. Hóast prísurin á klædnavørum og fótbúnaði bert er vaksin fýra prosent, er sølan í ársins prísum fallin fimm prosent, meðan sølan í føstum prísum er lækkað heili níggju prosent undanfarna árið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2023
Tá Betri Heim læt dyrnar upp á fyrsta sinni vóru tvey starvsfólk, í dag eru átta, og ferðin á bústaðarmarknaðinum tá og í dag kann als ikki samanberast
Í dag, leygardagin 1. apríl 2023, eru 25 ár síðani, at meklarafelagið Betri Heim (fyrr INNI) hevði stovnandi aðalfund.
- Nógvar túsundtals ognir og heim eru handlað gjøgnum felagið øll hesi árini, og nógv sambond og samstørv eru knýtt.
Nógv er eisini broytt. Tá felagið læt dyrnar upp á fyrsta sinni vóru tvey starvsfólk, í dag eru átta, og ferðin á bústaðarmarknaðinum tá og í dag kann als ikki samanberast.
Nevnast kann, at í 1998 vóru 20 sáttmálar undirskrivaðar. Í dag eru sáttmálarnir fleirfaldaðir.
Pf. Betri Heim er dótturfelag hjá Pf. Betri Banka og sjálvstøðugur partur av Betri samtakinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2023
Starvið sum fíggjarstjóri verður nú umlagt til kommunustjóra, og er tað 32-ára gamli skálamaðurin, Erland Berg Danielsen, sum er settur
Á býráðsfundi 27. mars samtykti býráðið í Sunda kommunu einmælt at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og seta Erland Berg Danielsen sum kommunustjóra.
Erland er útbúgvin cand. merc. aud frá Copenhagen Business School. Hann er 32 ára gamal, er skálamaður og eisini búsitandi á Skála.
Seinastu árini hevur Erland Berg Danielsen arbeitt sum innanhýsis grannskoðari hjá Betri samtakinum - 1. juni 2023 byrjar hann í starvinum í Sunda kommunu.
Hetta er samstundis fyrsta starvsfólki í Sunda kommunu, ið hevur heitið "kommunustjóri". Fyri mánaði síðani varð tað samtykt, at bygnaðarbroyting og broyting í starvsfólkaskipanini skuldi gerast.
Erland B. Danielsen fer at hava somu uppgávur, sum fíggjar- og fyrisitingarleiðarin hevur havt. Ein annar skálamaður, Jóannes Prestá, er í tí starvinum hendan mánaðin út. Síðani fer hann í starv sum kreditleidari í Norðoya Sparikassa.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2023
Sum stjóri skal Hanus vera við til at menna Tórshavnar havn sum ein maritiman flutningsdepil í Føroyum og í Norðuratlantshavi
Tórshavnar kommuna hevur sett Hanus Mikkelsen í starv sum stjóra í Tórshavnar havn.
Hanus Mikkelsen er 62 ára gamal. Hann er útbúgvin skipsførari frá Føroya Sjómansskúla og Executive Master of Business Administration in Shipping and Logistics. Hanus hevur siglt sum stýrimaður og skipari í altjóða sigling, og nomið sær drúgvar og viðkomandi altjóða leiðsluroyndir, m.a. sum chief marine HR officer hjá Thome Ship Management í Singapore.
Seinastu trý árini hevur Hanus arbeitt sum deildarleiðari á sýnsdeildini í Sjóvinnustýrinum.
Sum stjóri skal Hanus vera við til at menna Tórshavnar havn sum ein maritiman flutningsdepil í Føroyum og í Norðuratlantshavi. Hetta er ein uppgáva, sum Hanus heldur vera sera spennandi, og metir, at tað eru nógvir møguleikar hjá bæði Tórshavnar havn og vinnulívinum í býnum at fáa størri ágóðar av vaksandi skipaflutninginum, sum er í norðuratlantiska havøkinum.
Í gjár var Hanus Mikkelsen á Vaglinum og heilsaði uppá borgarstjóran og formannin í havnanevndini, Kára Johansen. Hanus greiddi frá, at hann sum 12 ára gamal byrjaði at lossa á keiðuni, og nú hann er 62 ára gamal, tekur hann við starvinum sum stjóri í Tórshavnar havn.
Hanus byrjar í starvinum í juni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2023
Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Marjun I. Stauss í starvið sum skúlastjóra á Skúlanum við Streymin
Marjun I. Stauss er 37 ára gomul, gift og búsitandi á Eiði.
Hon tók læraraprógv í 2013, og hevur m.a. verið lærari í Skúlanum við Streymin síðan 2016, umframt at hon eisini hevur starvast í tíðaravmarkaðum starvi í øðrum skúlum.
Marjun I. Stauss hevur leiðsluroyndir frá privatu vinnuni og innan felagsskapir. Hon hevur gjørt sær hugsanir um visjón fyri skúlan, umframt stutt- og langtíðarætlan um virksemið í Skúlanum við Streymin viðvíkjandi dagliga arbeiðinum og skipanini, umframt trivnaði, felagsskapi, støðufest og virkishugi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2023
Verða heiðrað fyri síni íkast innan skótaarbeiði, sjónleik og at menna borðspøl í Føroyum
Á landsfundinum hjá Føroya Ungdómsráði 25. mars handaði Rói B. Poulsen, formaður í FUR, Fíu Lindenskov, Gunnvør Joensen, Hilmari Joensen og Esbern á Geilini FUR heiðurslønina 2023.
Tí fær Fía Lindenskov FUR heiðurslønina
Fía Lindenskov hevur fingið FUR heiðurslønina fyri við sínum blíða lyndi og góða hugburði til skótalívið at hava verið virkin í KFUK skótunum frá heilt ungum aldri.
Fía hevur fingið fleiri nýggj skótalið í Havn og nýggjar leiðarar soleiðis, at KFUK skótar er nógv vaksið seinnu árini. Fía er virkin í skótavirksemi bæði í Føroyum og uttanlands.
Felagsskapurin er grundfestur í arbeiðsháttunum hjá Fíu, sum nú er forkvinna í Føroya KFUK skótum, bólkaleiðari og liðleiðari hjá Havnar KFUK skótum.
Tí fáa Gunnvør Joensen og Hilmar Joensen FUR heiðurslønina
Gunnvør Joensen og Hilmar Joensen hava fingið FUR heiðurslønina fyri í eitt mannaminni á serstakan og viðurkennandi hátt at hava lagt lunnar undir og ment sjónleika- og tónleikavirksemi í Nólsoy. Gunnvør og Hilmar síggja týdningin í at stuðla og menna skapanarevnini, sum tey ungu eiga.
Gunnvør og Hilmar duga at fáa tey ungu at kenna seg væl, tey síggja dygdirnar hjá tí einstaka og eru viðurkennandi á slíkan hátt, at tann ungi torir og lærir at menna egna styrki og førleikar.
Tí fær Esbern á Geilini FUR heiðurslønina
Esbern á Geilini hevur fingið FUR heiðurslønina fyri at hava verið við til at byggja upp Tabletop Føroyar, sum hevur til endamáls at økja áhugan fyri og trivnaðin við borðspælmentanini í Føroyum.
Felagið hevur høli at húsast í, hevur stórt úrval av borðspølum og skipar fyri alsamt fleiri borðspæltiltøkum kring landið.
Esbern hevur við sínum áræði, hugskotum og síni medferð megnað at fáa ungdómin í felagnum Tabletop Føroyar at vera partur av væl skipaðum og mennandi ungdómslívi, har øll eru vælkomin og kenna seg væl.
Tíðindaskriv frá FUR
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2023
Skótalið Nykurs Rósa av Sandi hevur fingið váttan um, at liðið er ein partur av KFUM-skótinum í Føroyum
KFUM-skótarnir í Føroyum hava nú fingið sín skótabólk nummar 11. Talan er um Skótalið Nykurs Rósa av Sandi, sum hevur fingið váttan uppá, at tað er ein partur av KFUM-skótinum í Føroyum.
Hetta skrivar síðan "KFUM-skótarnir í Føroyum".
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2023
Marjun S. Debes nývald í nevndini
Fríggjadagin var árligi aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Á nevndarvalinum varð Georg F. Hansen afturvaldur sum formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Georg hevur sitið sum formaður síðan 2011.
Tvey stóðu fyri nevndarvali hesaferð. Amy Johannesen og Jógvan Páll Johannesen. Amy varð afturvald og Jógvan Páll stillaði ikki upp aftur.
Marjun S. Debes úr Arbeiðskvinnufelagnum Vónini í Skopun varð vald í nevndina.
Í nevndini sita nú: Georg F. Hansen, formaður, Elin K. Sørensen, næstforkvinna, Maud Túgvustein, Sunrid Vang, Suni Mortensen, Amy Johannesen og Marjun S. Debes.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2023
Anna Katrina Beder tekur yvir eftir John William Joensen, sum hevur verið formaður síðani 2021
Leygardagin 18. mars var aðalfundur í Parkinsonfelagnum og mikudagin skipaði nevndin seg á fyrsta nevndarfundinum. Nýggj forkvinna er Anna Katrina Beder.
Á jólaløtuni hjá Parkinsonfelagnum í november mánaði boðaði formaður felagsins frá at hann av persónligum orsøkum ikki longur hevði orku til at standa á odda fyri felagnum. John William Joensen varð valdur í nevndina fyri júst níggju árum síðan og síðan 2021 hevur hann verið formaður.
Á aðalfundinum boðaði kassameistari felagsins, Joy Ann Simonsen, somuleiðis frá, at hon av persónligum orsøkum ynskti at sleppa úr nevndini. Joy hevur verið virkin nevndarlimur í fimm ár hjá Parkinsonfelagnum.
Aðalfundur felagsins, sum var í MEGD húsinum leygardagin 18. mars, valdi nýggja nevnd og á fyrsta nevndarfundinum mikukvøldið skipaði nýggja nevndin seg soleiðis:
Anna Katrina Beder, forkvinna, Harriet Midjord Gordonsdóttir, næstforkvinna, Jóhan Eliasen, kassameistari, Elisabeth Magnadóttir Simonsen, skrivari, og Birita Juliansdóttir Hansen. Tiltakslimir eru Joy Ann Simonsen Eyðbritt Eysturstein.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2023
Ph.d.-ritgerðin, sum snýr seg um ALS og Alzheimers í Føroyum, ber heitið "Epidemiology and Genetics of Amyotrophic Lateral Sclerosis and Alzheimer’s Disease in the Faroe Islands"
Fríggjadagin 24. mars vardi Malan Johansen ph.d.-ritgerð sína um ALS og Alzheimers í Føroyum.
Ph.d.-ritgerðin ber heitið "Epidemiology and Genetics of Amyotrophic Lateral Sclerosis and Alzheimer’s Disease in the Faroe Islands", og Malan fekk sera góð skoðsmál við frá metingarnevndini, bæði fyri ritgerðina og fyri framløgu sína til verjuna í Kongshøll.
Eftir góðar tveir tímar verju og stuttan fund hjá metingarnevndini kunngjørdi Jónrit Halling, forkvinna í nevndini, at Malan Johansen hevði staðið seg væl og lokið øll krøv til at fáa handað ph.d.-prógv, skrivar Granskingarráðið.
Malan Johansen hevur serliga granskað títtleikan av familierum ALS (FALS) í Føroyum og samanborið títtleikan av ALS í Suðuroynni við hini økini í Føroyum. Eisini hevur hon granskað títtleikan av Alzheimers í Føroyum. Í framløgu síni legði hon fram kannigarnar og úrslitini, sum eru almannakunngjørd í fýra vísindaligum greinum. Tríggjar av greinunum eru um ALS, meðan tann fjórða er um Alzheimers.
Jónrit Halling, lektari á Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum, var forkvinna í dómsnevndini og leiddi verjuna. Orla Hardiman, professari á Trinity Inst. of Neurosciences (TCIN) á Trinity College Dublin var fyrri andmælingur og Jørgen Erik Nielsen, kliniskur professari á Institut for Klinisk Medicin á Københavns Universitet var seinni andmælingur. Hesi bæði vóru við umvegis netið.
Maria Skaalum Petersen, lektari á Deildini fyri Heilsu og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum og granskari á deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Torben Hansen, professari á Novo Nordisk Foundation Center for Basic Metabolic Research á Københavns Universitet og Anders Albrechtsen, lektari á Bioinformatik og RNA Biologi á Københavns Universitet hava verið hjávegleiðarar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2023
Próvstur nummar tvey skal eisini setast - hann skal røkja fyrisitingarligar uppgávur afturat vanliga embætinum sum sóknarprestur
Seinastu árini hevur fólkakirkjan verið í eini sera jaligari tilgongd. Kirkjan hevur sett á skrá strategisk mál fram til 2030. Strategisku málini skulu tryggja, at fólkakirkjan flytur seg við tíðini og er í javnvág við samtíðina.
Soleiðis skrivar Fólkakirkjan í eini støðudagføring á heimasíðu síni, har nomið verður við átøk, sum eru undir fyrireiking.
Eitt nú er ætlanin at fáa fleiri prestar út í samfelagið millum borgarar landsins.
Eitt strategisk mál er at seta ein studentaprest at virka á miðnámsskúlum kring landið. Eitt annað er diakonprestur, ið kemur at virka úti á gøtuni millum teirra, sum hava sosialar avbjóðingar. Arbeiðið er væl áleiðis og størvini verða væntandi lýst leys í summar.
Fólkakirkjan hevur havt sjúkrahús- og fongsulsprest í nógv ár. Tey seinastu trý árini hevur ein integratiónsprestur verið í tíðaravmarkaðum starvi, sum hevur havt týdningarmiklar uppgávur millum tilflytarar.
Fyri stuttum var eisini formlig avtala gjørd um sálarhirða til føroyingar, sum sita í varðhaldi ella sita longri dóm í donskum fongslum.
Endamálið við funktiónsstørvunum er, at fólkakirkjan bæði skal røkka borgarunum úti í samfelagnum, og samstundis bjóða til gudstænastu inn í kirkjurnar kring landið hvørja viku.
At førleikamenna kirkjuráðini, at styrkja kristni í skúlunum og fáa fleiri sjálvboðin er eisini millum mongu strategisku málini, sum fólkakirkjan hevur sett sær fyri at arbeiða við komandi tíðina.
Próstar fólkakirkjunnar
Verandi dómprósturin er knýttur at dómkirkjuni. Út yvir sóknarprestaembætið í dómkirkjuni og í Nólsoy hevur hann eisini fíggjarstýringina av teimum 61 kirkjunum í landinum um hendi. Uppgávuna við atliti at fíggjarstýringini fremur hann saman við Próstadømisráðnum.
Harumframt hevur dómpróstur allar starvsfólkauppgávur, sum eru tengdar at teimum 30 prestunum, ið starvast í fólkakirkjuni. Somuleiðis hevur hann eftirlit við grundskrásetingini hjá landinum, sum 17 kirkjubókaførandi sóknarprestar fremja fyri landið.
Tað er eftirlitsuppgávan við kirkjubókunum og starvsfólkauppgávurnar, sum ein komandi próstur ætlandi skal yvirtaka frá dómpróstinum, - umframt at skipa arbeiðið við strategisku málunum.
Komandi prósturin verður ein av sóknarprestunum í embæti og varðveitir sítt embæti. Tær fyrisitingarligur uppgávurnar verða 25 prosent av embætinum.
Umsitingin hjá fólkakirkjuni
Síðani fólkakirkjan var yvirtikin í 2007, hevur kirkjuskatturin verið hin sami, t.e. 0,6 prosent. Í ávísum kirkjusóknum hevur harafturat verðið staðbundin kirkjuskattur, tá ein kirkja hevur havt verkætlanir og dagføringar á skránni.
Fólkatalið í landinum er munandi vaksið síðani 2007. Talið av prestum er økt samsvarandi.
Umsitingin hjá fólkakirkjuni telur fýra fyrisitingarlig starvsfólk útyvir dómpróst og biskup. Hetta er 1,5 starv undir normering. Tí kann ikki sigast, at umsitingin hjá fólkakirkjuni bólgnar, hóast ein próstur afturat verður settur við einum minni brøki.
Fólkakirkjan er í eini jaligar menning, og skulu vit varðveita positivu gongdina, er týðandi framhaldandi at fylgja við, gera ábøtur og hugsa nýtt.
Kelda: folkakirkjan.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2023
Hann sýndi fram í Toronto í november. Nú sýnt fram í Müllers Pakkhúsi. Talan er um stórar vatnlitsmálningar, har Heiðrikur á Heygum hugleiður um kjøt
Heiðrik á Heygum sýndi "Kjøt" fram í Toronto, Kanada í november. Nú er hendan
framsýningin komin til Føroya, og lat upp fríggjadagin í Müllers Pakkhúsi.
Talan er um stórar vatnlitsmálningar, har Heiðrikur á Heygum hugleiður um kjøt, og hvussu vit royna at skilja kjøtið frá djórinum.
- Í flestu londum verða djór dripin og slaktaði handan stongdar dyr. Vit skræða skinnið av teimum, og skifta tað út við glampandi plastikki. Reinsa kjøtið, so alt sær snotiligt út og tryggja at tað er uttan blóð, so tað ikki vekir nakað samvitskubit. Flest øll stórbýarfólk hava óivað sæð djórið í veruleikanum, og seta tað bert í samband við teirra yndiskjøt á navnaskeltinum í frystaranum. Er tað seyða-, apu- ella menniskjakjøt? Hvør er munurin?
- Tað er alt kjøt.
Hesir málningar eru av ymiskum føroyskum kjøti, ið bóndir hava alið og slaktað, pakkað og síðani selt á alnetinum.
Framsýningin er opin millum klokkan 15 og 18 hvønn dag fram til sunnudagin 9. apríl.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2023
Hetta er fimta ferðin, at flogfelagið letur listafólkum ferðastuðul – Atlantsflog fylti 35 ár í vikuni
Aftur í ár letur Atlantic Airways 100.000 krónur gjøgnum stuðulsskipanina Listaflog. Stuðulsskipanin, sum varð sett á stovn í sambandi við, at flogfør og tyrlur fingu nøvn eftir mætum føroyskum listafólkum, letur hvørt ár fíggjarligan stuðul til føroysk listafólk og/ella listaverkætlanir.
Listaflog varð latið 28. mars, sum er 35 ára føðingardagurin hjá føroyska flogfelagnum.
Í ár hevur stuðulsnevndin gjørt av, at Helena Heinesen Rebensdorff við listanavninum Brimheim skal fáa allan stuðulin á 100.000 krónur. Í stuðulsnevndini sita Jóhan Martin Christiansen, umboð fyri Listafólkasamband Føroya, LISA, Armgarð Weihe, umboð fyri Almanna- og mentamálaráðið og Annika Larsen Black, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways.
- Helena er ein evnarík, ung kvinna, sum í seinastuni hevur fingið nógva viðurkenning bæði uttanlands og her heima í Føroyum. Helena er ein serstøk føroysk rødd við einum altjóða úttrykki. Í sínum tónleiki torir hon eisini at vera viðbrekin og erlig, og hetta er ein sentralur partur av tekstunum hjá henni, sigur stuðulsnevndin m.a. í grundgevingini fyri, hví júst Brimheim skal fáa Listaflog 2023.
- Sum tónleikari setir hon sær greið mál, og vit vilja við Listaflogi fegin stuðla, at tað kann lata seg gera at røkka nøkur av málunum og uppaftur longur út við tónleikinum.
Les grein um Brimheim í Atlantic Review frá mai 2022
Helena Heinesen Rebensdorff fegnast sum vera man um stuðulin, sum kemur væl við.
- Eg eri bara so ómetaliga takksom fyri at fáa Listaflog-stuðulin. Eg eri komin eitt stað í míni yrkisleið beint nú, har eg upplivi stóra undirtøku, men pengarnir eru ikki ordiliga fylgdir við enn. Tað kann vera torført at fáa alt til at hanga saman fíggjarliga, serliga tá ein hevur so stórar listarligar ambitiónir, sum eg havi, sigur Helena.
- Hesir pengarnir koma ómetaliga væl við og fara at vera ein risahjálp til at fáa framt mína visjón fyri mítt næsta tónlistarverk. Ein partur av upphæddini skal brúkast til at gera mína komandi heildarútgávu lidna, og restin fer til tvey sjónbandaløg, sum skulu takast upp í Føroyum við føroyskari filmsmanning og við Heiðriki á Heygum sum leikstjóra. Tað hevur leingi verið ein dreymur hjá mær at fáa høvi til at samstarva við nøkur av teimum frálíku listafólkunum heima í okkara vakra landi og at brúka mítt navn til at varpa ljós á tann ómetaliga dugnaliga talenthópin, sum vit eiga heima í Føroyum. Eg eri so stolt og takksom fyri at fáa loyvi til at gera hetta til veruleika.
Tilsamans komu 25 umsóknir um stuðul úr Listaflogi í ár, og søkt varð um góðar 1,6 milliónir krónur tilsamans.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2023
Carpark North fara aftur á pallin á Vaglinum 22. juli tá Tórsfest verður
Síðan gjøgnumbrotið í byrjanuni av 00'unum, hevur danski bólkurin Carpark North gjørt um seg.
Teir eru ein kreativ trio, ið hava megnað at veri dominerandi á danska rokkpallinum, við risahittum sum 'Transparent and glasslike', 'Human' og 'Save me from myself'. Hetta hevur ført við sær, at Carpark North hevur verið trúgvur gestur á bæði donskum og útlendskum hittlistum.
Bólkurin er mannaður av bassspælarinum Søren Balsner, trummusláarinum Morten Thorhauge og sangarinum og guitarspælarinum Lau Højen, og eru teir kendir fyri at vera ógvuliga orkufullir á pallinum.
Carpark North spæla bæði eksplosivan rokk og akkustiskar og melodiøsar balladur. Teir skilja seg út frá mongdini, sum ein sera originalur bólkur og hava eisini vunnið fleiri virðislønir. Studiofløgurnar hjá donsku elektro rokkarunum hava fingið bæði gull og platin sølutøl.
Tórsfest verður í miðbýnum í Havn 22. juli 2023. Frammanundan er greitt, at Lukas Graham, Páll Finnur Páll og Peter Schmeichel & The Ones koma á Tórsfest.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2023
Føroyski vinnarin av danska Melodi Grand Prix hevur konsert í Høllini á Hálsi, so føroyingar fáa ein forsmakk av Eurovision-upplivingini, sum verður í Liverpool
Nú ber til at uppliva Reiley live í Føroyum. Føroyski Reiley, vinnarin av danska Melodi Grand Prix 2023, hevur stórfingna konsert/framførslu í Høllini á Hálsi 22. apríl.
Talan er um eina konsert, áðrenn stóra Eurovision Song Contest brakið, ið verður í Liverpool fyrst í mai mánaði í ár, har Reiley fer at umboða Danmark. So nú kunnu føroyingar fáa ein forsmakk av upplivingini, ið verður í Liverpool. Reiley fer millum annað at framføra kendu løgini - "Let it Ring", "blah blah blah", "Strange Love" og ikki minst "Breaking My Heart".
Reiley er kendur fyri sínar løttu og fangandi sangir, sum í framførsluni verða bornir av einum streymi av liti og rørslu.
Verulig fer kom á musikalsku yrkisleiðini, tá ið Reiley gjørdi sáttmála við kenda amerikanska plátufelagið Atlantic Records í 2020. Áðrenn hetta var Reiley eitt kent navn á sosialu miðlunum TikTok og Instagram, har hann hevur ávikavist 10 milliónir og 300 túsund fylgjarar.
Reiley hevur síðan 2020 útgivið eina røð av sangum saman við Atlantic Records.
- Eg eri ómetaliga spentur at fáa møguleikan at framføra á einum føroyskum palli, áðrenn stóru altjóða kappingina, ið verður í Liverpool í mai, sigur Reiley.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2023
“BluesPerlan” hevur verið hildin síðan 2014
Í nógv ár – síðan 2014 – hava tveir menn sett fyrsta vikuskifti í apríl av til BluesPerluna á Reinsarínum í Havn.
Uni Debess og Edvard Nyholm Debess hava øll árini verið fyriskiparar, og er BluesPerlan eitt tiltak sum er drivið av áhuga fyri og alski til bluestónleikin. Hetta er einasta tiltakið á árinum sum er ognað bluestónleikinum burturav, og nógv eru tey frægu nøvn, bæði føroysk og útlendsk, sum hava myndað hendan lítla festivalin.
Eisini í ár er skráin spennandi:
Suðringarnir í Froðbiar Sóknar Bluesorkestur leggja út við sínum siðbundna bluesi og seta eina tjúkka striku undir, at teir eru ein instutitión í tónleikalívinum í Føroyum.
Teimum á baki kemur Uni Debess við sínum Tomcats, ein samanrenning sum nú í fleiri ár hevur víst, at føroyskur bluesur enn er sprelllivandi.
Tað útlendska navnið í ár eru The Downshifters (DK), ein bólkur sum við sínum vælútførda akkustiska bluesi er nógv at hoyra runt í Danmark. Hetta er siðbundin og vælsvingadi bluesur, og tónleikin rópa teir sjálvir ”beskidt, akustisk blues fra det østjyske floddelta”.
Síðst á pallin eru The Blues Stars.
Sangararnir Elin B. Heinesen, Árni Jóhannessarson, Jasmin Mote og Jens Marni Hansen stilla upp og geva, saman við húsaorkestrinum teirra egna boð uppá blues og hvussu hann kann ljóða – eitt sera spennandi og forkunnugt innslag.
BluesPerlan hevur øll árini verið væl vitjað og stemningurin er altíð í topp – eitt fjálgandi tiltak sum hevur stóran týdning, fyri bæði áhoyrarar og tónleikarar.
Bluestiltakið í Perluni byrjar klokkan 19 í kvøld.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2023
Hesa vikuna gav Bókadeildin út seks nýggjar bøkur
Hesa vikuna gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út seks nýggjar bøkur til børn og ung.
Tær eru:
Her er fílur!
Ver við, tá Fílur vaknar, etur, spælir, fer í bað – og tá hann ballar seg um kvøldið, tá dagurin er liðugur. Í bókini er nógv ymiskt, sum børnini kenna aftur úr sínum egna gerandisdegi, og sum er stuttligt at finna, peika á, seta orð á og tosa um.
Ein stuttlig og lærurík peikibók við klaffum á øllum síðum.
Kendur úr sendingini Smábørn í KVF. Bókin er ein klaffabók, 16 bls. og til børn, sum eru umleið 0-1 árs gomul.
Mimbo Jimbo byggir ein vita
Enn ein stuttlig søga við Mimbo Jimbo. Hesa ferð ger Mimbo Jimbo av at byggja ein vita. Vinirnir hjálpa honum at loysa trupulleikarnar, so hvørt sum teir stinga seg upp. Men hvør man tað vera, sum fær gleði av einum vita langt inni í landinum? Hvat man fara at henda, tá ið Mimbo Jimbo tendrar ta ovurstóru elektrisku peruna? Og hvat er tað, sum fjalir seg í mjørkanum?
Jakob Martin Strid hevur skrivað og teknað. Niels Jákup Thomsen týddi úr donskum.
Bókin er innbundin, 68 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 2-6 ára gomul.
Malla bjargar Amazonas
Malla er sjúk. So sjúk, at hon einki orkar. Kloddi vitjar Mallu hvønn dag, men ein dagin kemur hann ikki. Hvat er hent?
Úti í garðinum, uppi í kastanjutrænum hjá Mallu, situr Kloddi við eini aðrari gentu.
Og í tíðindunum brennur Amazonregnskógurin. Malla hevur IKKI tíð at vera sjúk longur.
Selma Lønning Aarø hevur skrivað, Tiril Valeur hevur myndprýtt, og Vagnur Streymoy týddi úr norskum. Bókin er innbundin, 60 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 7-9 ára gomul.
Ein himmal fullur av skýggjum
Hvat ger mann, tá mann hevur verið hjá læknanum og fingið verðins ringastu tíðindi? Jú, henrik bestemmar seg fyri at bjarga heiminum. Og hann hevur skund!
Men hvussu bjargar mann umhvørvinum á jørðini?
Henrik setir tað størsta og villasta bjargingarátakið nakrantíð í gongd.
Arne Svingen hevur skrivað, og Vagnur Streymoy týddi úr norskum. Bókin er heft, 218 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 10-12 ára gomul.
Eldgos
Eldgos er ein kærleikssøga. Men kærleikin millum fólk kemur til sjóndar upp á ymsar mátar. Fyri foreldrini hjá Annu merkti tað, at Anna og mamman komu á kreppumiðstøð. Nú eru tær fluttar í ein annan bý. Tær vilja gjarna byrja av nýggjum, men tað er trupult at byrja upp á annan part, tá fyrsti partur ongantíð er heilt liðugur.
Zakiya Ajmi hevur skrivað, og Marna Jacobsen týddi úr donskum. Bókin er heft, 176 blaðsíður og til ung.
Fílur og maskinurnar
SPÆL OG LÆR VIÐ FÍLI
Kom við Fíli og síggj, hvat allar tær stóru maskinurnar gera – og hvussu vorðnar tær eru.
Kendur úr sendingini Smábørn í KVF.
Bókin er ein pappbók, 10 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 0-1 árs gomul.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2023
Men tíbetur fer lágtrýstið víðari í landnyrðing týsdagin, og tekur regnið við sær. Veðurstovan metir um veðrið til páskar
Næsta vika er dymbildagavikan (í ár er hon 14. vikan í árinum) – á donskum nevnd stillavika. Veðrið í byrjanini av vikuni verður tó ikki so stilt. Eitt brúgvalag við regni fer at koma beint ímóti Føroyum, og raka okkum av útsynningi mánadagin.
Eitt lágtrýst yvir Norðuratlantshav gongur ímóti Føroyum, og við tí kemur regn og vindur. Tíbetur fer lágtrýstið víðari í landnyrðing týsdagin, og tað tekur regnið við sær.
Lágtrýstið og brúgvaløgini við Føroyar mánadagin seinnapartin og mánakvøldið, 3. apríl. Skipanin fer víðari eystureftir týsnáttina (ECMWF 29032023 00z, regn og lufttrýst við havflatan)
Hóast forsagnirnar siga, at vit eftir tað fara at hava eitt tíðarskeið, har sum tey máttmiklu og djúpu lágtrýstini ikki fara at koma nær Føroyum, so fara vit allíkavæl at hava løtur við regni ella ælaveðri í døgunum fram til skírisdag.
Tað lýggja veðrið heldur tó fram. Hitalagið fer at liggja millum 5 og 9 stig um dagin. Onkra løtu við sól kunnu vit eisini vænta, tó at loftið fyri ein stóran part fer at vera samdrigið.
Langafríggjadag fer eitt hátrýst at stinga seg norðureftir og leggja seg yvir Føroyar. Tá verður veðrið støðugt og stilt, og vit kunnu rokna við sól bæði fríggjadagin og leygardagin.
Páskadag og 2. páskadag kann veðrið fara at verða nakað heilt annað.
Eitt stórt lágtrýstøki yvir Norðuratlantshav fer at ganga í landnyrðing ímóti Íslandi og fer at troka hátrýstið yvir Føroyar í landnyrðing og burtur frá Føroyum.
Tá fara Føroyar at liggja á markinum millum há- og lágtrýstini, og tað ber í løtuni ikki til at siga, hvørt av hesum fer at vinna á hinum. Kemur lágtrýstið nærri, fara vit at fáa vind og regn, men er hátrýstið nóg sterkt at halda lágtrýstinum vekk, fáa vit gott og friðarligt veður á páskum.
Gevið gætur, at forsagnirnar hava verið skiftandi í seinastuni – og tað er ikki so óvanligt um várið – so nógv kann enn broytast til ta tíð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2023
37 ára gamli skotski heilsumálaráðharrin, Humza Yousaf, verður nýggjur fyrstiráðharri í Skotlandi
Nú er greitt, at tað verður skotski heilsumálaráðharrin, Humza Yousaf, sum yvirtekur leiðsluna av skotska tjóðskaparflokkinum SNP og skotsku stjórnini.
Í februar boðaði Nicola Sturgeon frá, at hon fór at leggja frá sær sum fyrstaráðkvinna og leiðari av SNP, og trý valevni bjóðaðu seg fram at avloysa hana.
Eftir at hann formliga varð valdur til leiðara av skotska tjóðskaparflokkinum, segði 37 ára gamli Humza Yousaf, at hann eins og Nicola Sturgeon fór at stríðast fyri loysing frá Stórabretlandi, tí tað hevur Skotland tørv á, meira enn nakrantíð fyrr.
Eydnast tað, eigur Skotland at søkja um limaskap í ES, heldur hann.
Umframt Humza Yousaf bjóðaðu tær báðar Kate Forbes og Ash Regan seg fram at yvirtaka leiðsluna eftir Nicola Sturgeon. Kate Forbes er fíggjarmálaráðkvinna, og Ash Regan hevur verið ráðkvinna men er í dag vanligur tinglimur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2023
Avgerðin um at seta í gildi lóg, sum skal avmarka valdið hjá Hægstarætti í Ísreal, er útsett í góðan mánað
Mótmælisgongur í flest øllum býum í Ísrael ímóti ætlanini hjá núverandi stjórnini at seta í verk nýggjar lógir, sum skulu avmarka valdið hjá Hægstarætti í landinum, hava eftir øllum at døma givið úrslit ói hvussu er fyribils.
Eftir at hundraðtúsundtals fólk, fakfeløg og partar av herinum hava mótmælt avgerðini hjá núverandi stjórn at seta í verk lóg, sum skal broyta grundlógina til frama fyri størri valdi til politisku skipanina, hevur forsætisráðharrin útsett ætlanina í góðan mánað við grundgevingini, at hann vil forða fyri borgarakríggi í landinum.
Fakfeløg og stórir partar av fólkinum í Ísrael við sjálvum forsetanum á odda hava ávarað sera høgravendu stjórnina um avleiðingarnar, um hon ger broytingar í grundlógini, sum minka um valdið hjá Hægstarætti.
Enn er óvist, hvat liggur aftanfyri hesi avgerðini. Mótmælisfólk halda, at hetta er bara ein spurningur um at útseta eina ætlan til tess at seta hana í gildi nakað seinni. Tí verður roknað við, at mótmælisgongurnar fara at halda fram.
Mánadagin heitti ísraelski forsetin á stjórnina um at taka aftur ætlanina at seta í gildi nýggju lógina, tí hon fer at skunda undir møguleikan fyri borgarakríggi í landinum.
Hesum tók forsætisráðharrin til eftirtektar, tó at mangir eygleiðarar vilja vera við, at talan er einans um eina útseting av avgerðini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2023
- fyri ikki at vísa somu samkenslu við kúgað fólk á sama hátt sum tey gera í mun til Ukraina
Felagsskapurin Amnesty International ger í síni seinastu frágreiðing vart við støðuna í fleiri av heimsins londum, har harðrend og totaliter stýri hava valdið.
AI sigur, at tað er lívsjáttandi at síggja, hvussu mong lond lata stuðul til Ukraina, sum í løtuni verður bumbað sundur og saman av russiska innrásherinum, men spyr samtíðis, hví ikki hesi lond eisini vísa øðrum londum, sum verða stýrd av einaræðisráðharranum, ans.
Felagsskapurin staðfestir, at kring heimin eru alsamt fleiri og fleiri lond, sum verða vanstýrd av eirindarleysum valdsharrum og -stjórnum. Í Saudi Arabia og Iran t.d. er fólkið ófrælst. Í Kina og í Myanmar fremur leiðslan fólkadráp móti muslimska minnilutanum.
Og soleiðis heldur AI fram at reksa upp ringu støðuna í alsamt fleiri av heimsins londum. Eisini verður víst á dupultmoralin hjá teimum mest múgvandi londunum, har lond sum eitt nú USA, samtíðis sum tað fordømir stýrið í Saudi Arabia fyri manglandi fólkaræði, kortini heldur fram við sínum handilssambondum við landið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2023
Seinastu dagarnar hevur ein russiskur sleipibátur havt kós móti gassleiðingum og oljupallum vestan og eystan fyri Hetland
Talan er um 98 metra langa Nikolay Chiker, sum hevur siglt aftur og fram á nøkrum av teimum størstu olju- og gassleiðunum í økinum nærhendis Hetlandi.
Alistair Carmichael tók hósdagin málið um russiska sleipibátin upp í tjóðartinginum í London. Hann vildi vita, um stjórnin tekur orkutrygdina í nóg stórum álvara og vísti til fremmanda russiska skipið á oljuleiðunum við Hetland
- Hvat ger stjórnin til tess at verja grundleggjandi veitarar av orku. Her er talan um ein russiskan sleipibát, sum er skrásettur sum handilsskip, men vit vita frá royndum, at russiski herurin ofta brúkar júst handilsskip sum hetta í sínum arbeiði.
Charmichael heitti á ráðharran um at taka málið upp við verjumálaráðharran fyri at kanna, hvat russiska skipið ger so nær tí so týðandi undirstøðuorkukervinum nærhendis Hetlandi. Og hvørjar ætlanir hevur stjórnin um at verja so týðandi infrakervi í framtíðini.
Hann vísti á, at eingin enn veit, hvat russiska skipið ger í hesum hetlendska orkuumhvørvinum.
Graham Stuart, ráðharri fyri orkutrygd lovaði at taka málið upp við sín starvsfelaga, verjumálaráðharran.
Løtu seinni eftir at hava fylgt siglingini hjá russiska sleipibátinum, kom norskt herskip í økið, har tað eygleiddi og fylgdi russiska skipinum, áðrenn norska herskipið legði til bryggju í Lerwick. Hetta er sama skip, sum herfyri vitjaði í Føroyum saman við øðrum Nato herskipum. Hetta skrivar Shetland News.
Norska herskipið Otra, sum júst hevur verið í Føroyum, fylgdi russiska sleipibátinum vestan fyri Hetland.
Kelda Shetland News
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2023
Nógv virksemi er í og kring nýggju battaríhøllina á Sundi
Á Sundi er SEV nú í gongd við at seta eina battarískipan og ein synkronkompensator upp í høllini, sum er bygd til endamálið. Hettar er fyrsta verkætlanin av hesum slagnum í meginøkinum, og komandi árini skulu fleiri tílíkar skipanir setast upp, til tess at lofta allari vindorkuni, sum er komin og eftir ætlan kemur komandi árini.
Øll útgerðin er nú komin til landið, og battaríhøllin er innilokað. Synkronkompensatorin er komin undir tak í battaríhøllini, meðan bingjur við battaríum standa uttanfyri enn.
Arbeiðið er nakað seinkað, men arbeitt verður nú á øllum mótum. Articon ger bygningin lidnan, Install stendur fyri el-innleggingini, Demich ger HVS arbeiðið og Tangavirkið ger arbeiðið við at føra tungu útgerðina inn í høllina.
Tá øll útgerðin er komin uppá pláss, verður farið undir at installatiónsarbeiðið, sum væntast at vera liðugt móti sumri. Væntandi byrjar royndarkoyring í heyst.
Battarískipanin er 12,5 MW við goymslukapasiteti á 12,5 MWt. Synkronkompensatorurin er 15 MVAr.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2023
Undir Earth Hour í ár minkaði elnýtslan í samfelagnum við 3 MW, sum er eitt sindur meira enn í fjør
Earth Hour ella tími jarðarinnar í ár var leygarkvøldið 25. mars millum klokkan 20.30 og 21.30.
Endamálið við hesum afturvendandi átaki, sum verður hildið um størsta partin av heiminum, er at varpa ljós á umhvørvið – ein áminning á fólk um at geva náttúruni gætur og m.a. at minka um elnýtsluna fyri at verja umhvørvið.
Í Føroyum varð aftur í ár skipað fyri tiltøkum kring landið, har fólk høvdu møguleika til at leita sær út í náttúruna, og heitt varð á fólk um at nýta hetta høvið til at sløkkja ljósið, sjónvarpið, telduna osfr. og heldur geva náttúruni og hvør øðrum gætur. Eisini fyritøkur og kommunur eru við, og eitt nú verða gøtuljósini í flestu kommunum sløkt.
Fyri at kunna meta um undirtøkuna fyri hesum átaki, fylgja tey á SEV við, um og hvussu elnýtslan minkar hesa løtuna.
Í ár minkaði elnýtslan í samfelagnum hendan tíman við 3 MW, sum er eitt sindur meira enn í fjør.
Elframleiðslan í meginøkinum tíma jarðarinnar kom niður á góð 45 MW, og av teimum vóru smá 84 prosent burðardygg orka, harav ávikavist sløk 51 prosent vatnorka og 31 prosent vindorka, smá tvey prosent biogass, meðan oljan stóð fyri góðum 16 prosent.
Í Suðuroy fall elnýtslan lutfalsliga meira enn í meginøkinum úr góðum 4 MW niður í 3,5 MW, og elframleiðslan í Suðuroy var 100 prosent grøn tíma jarðarinnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2023
Norska stjórnin raðfestir vindorkuframleiðslu til havs sera ovarliga í grøna orkuskiftinum
Flótandi og fastar havvindmyllur fylla meira og meira í grøna orkuskiftinum, ikki minst í Norðsjónum, har flestu londini raðfesta orku frá havvindmyllum sera høgt. Millum teirra er eisini Noreg, sum júst hevur latið upp fyrstu almennu útbjóðingina av økjum til flótandi og fastar havvindmyllur. Hesar skulu kunna útvega 3GW.
Hetta er tó bert fyrsta stig í eini ætlan at lata stór havøki upp fyri loyvum at menna havvindorku. Talan er bæði um flótandi havvindmyllur og tær, sum standa á botninum. Málið hjá norsku stjórnini er at røkka 30GW í 2040.
Tann fyrsta útbjóðingin uppá 3GW verður á Utsira Nord og syðra partinum av Norðsjónum.
Utsira Nord er eitt øki uppá 380 ferfjórðingar uttan fyri Stavanger, sum skal egna seg væl til flótandi havvindmyllur, meðan hini loyvini liggja í syðra partinum av Norðsjónum, og sum fevnir um eitt øki uppá 1000 ferfjórðingar við markið til danska partin av Norðsjónum. Hetta seinna økið er betri hóskandi til botnfastar vindmyllur.
Málið hjá stjórnini er at bjóða fram øki til, sum kunnu framleiða 30.000 MW av offshore vindorku í 2040, sum er nærum tað sama sum samlaða norska orkuframleiðslan í fjør.
- Samstarv er lyklaorðið til, at hetta skal fara at eydnast. Við hesum fer at bera til at stovna nýggjan ídnað, menna varandi orkuna og leggja grund undir innovatión og tøkniligari menning, segði Aasland. Hann vísti á, at Norra er kent fyri at fremja menning stig fyri stig, og tí er hetta bara eitt av mongum stigum í framtíðini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2023
Bara Kina og Brasil atkvøddu saman við Russlandi í trygdarráðnum hjá ST
Trygdarráðið hjá ST hevur havnað einum uppskoti frá Russlandi um at gera eina kanning av Nord Stream 2-lekanum herfyri. Russland mælti til, at ein óheft kanning verður gjørd av tí, sum eftir øllum at døma var ein yvirgangsatsókn móti gassleiðingini í Eystrasalti.
Kina og Brasil atkvøddu saman við Russlandi fyri uppskotinum, meðan hini 12 limalondini í trygdarráðnum ikki greiddu atkvøðu. Minst níggju lond skulu atkvøða fyri, um eitt uppskot skal samtykkjast í trygdarráðnum.
Leki kom á gassleiðingarnar eftir tvær spreingingar í september í fjør.
Tað er enn ógreitt, hvør eigur ábyrgdina av spreingingunum. Vestanlond hava skuldsett Russland fyri at standa aftanfyri, meðan Russland hinvegin sigur, at tað eru vestan lond, ið eiga ábyrgdina.
Fyrr í mánaðinum skrivaðu miðlarnir New York Times og Die Zeit, at amerikanskar og evropeiskar fregnartænastur hava vitan um, at ein ukreinsk-vinarligur bólkur stóð aftan fyri yvirgangin. Hesi tíðindini eru ikki váttað, skrivar AFP-tíðindastovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2023
Landsliðsmiðvallarin vendir aftur til føroyskan føroyskan fótbólt og til føroyameistararnar. 30-ára gamli Hallur Hansson, sum í løtuni er skaddur, skal spæla í bláum til og við 2025
Klaksvíkar Ítróttafelag kunngjørdi í gjár, at eitt stórt navn afturat kemur í hópin.
Hallur Hansson hevur í nógv ár livað sum yrkisfótbóltsspælari uttanlands - við Aberdeen, AaB, Horsens, Vendsyssel, Vejle og KR Reykjavík - har serliga tíðin sum lyklaleikari og liðformaður í Horsens í Superliguni var eyðsæð.
Nú 30-ára gamli miðvallarin hevur eisini spælt 72 A-landsdystir fyri Føroyar, har hann hevur skorað fimm mál. Hallur Hansson er eisini landsliðsliðformaður.
Í løtuni er hann undir uppvenjing fyri krossbandsskaða, men væntast til reiðar til einaferð í seinnu hálvu - um tað gongst væl í summar.
Seinast Hallur Hansson spældi í Føroyum var í 2014, tá hann við Víkingi avgjørdi steypafinaluna og var við at spæla liðið víðari tvær ferðir í Evropa.
- Nú kemur Hallur heim, og hevur valt KÍ sum sítt lið komandi trý árini. Vit gleðast um at bjóða Hallur vælkomnan, og eru spent til at síggja Hall í bláa KÍ búnanum, skrivar ki.fo.
Sáttmálin millum partarnar er galdandi til og við 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2023
Grannauppgerðin í Gundadali er flutt til mánakvøldið. Víkingur og TB leggja til brots í dag klokkan 17 - tríggir dystir eru á skránni sunnudagin
Seinasta mánaðin hevur kavin darvað fótbóltinum í Føroyum nógv, og mánadagin 20. mars byrjaði landsliðssteðgurin. Tá farið var í hann, var bert eitt umfar spælt í Betrideildini hjá monnum.
Eitt umfar er flutt til 12. apríl, og 3. umfar skal spælast 26. apríl. Hetta vikuskiftið er tað 4. umfar - umfar nummar tvey - ið er á skránni.
Tað byrjar klokkan 17 í dag í Sarpugerði. Tá tekur Víkingur móti TB. Steypavinnararnir eru stórfavorittar móti uppflytarunum - hetta verður fyrsti dystur hjá Gilla Rólantssyni Sørensen í føroyskum fótbólti síðani 2013.
Í morgin, sunnudagin, eru tríggir dystir á skránni. Føroyameistararnir taka ímóti EB/Streymi, í Sørvági spæla liðini, sum endaðu ávíkavist nummar sjey og seks í fjør, og AB er í Fuglafirði og vitjar hjá øðrum av uppflytarunum. Hóast tað er tíðliga á árinum, kunnu teir báðir síðstnevndu dystirnirnir gerast lykladystir.
B68 og 07 Vestur bresta saman á Dungasandi sunnudagin klokkan 15 (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er sannliga eisini talan um ein lykladyst mánakvøldið í Gundadali. Fyri B36 kann tað gerast ein heilt stórur dystur, um tað eydnast at fáa fult. B36 hevur ikki vunnið eina grannauppgerð síðani 2019, og vann í fyrsta umfarið sannførandi í Sarpugerði. Harvið kann liðið hjá Dan Brimsvík fyribils staðfesta sína støðu í oddinum.
Hjá HB er tað órógv uttanfyri vøllin. Hjálparvenjarin Jákup Martin Joensen hevur í vikuni sagt seg úr starvi vegna samstarvstrupulleikar. 1. deildarvenjarin, Hegga Samuelsen, er eisini farin, og sambært millum annað bolt.fo er framtíðin hjá Dalibor Savic høvuðsvenjara heldur óviss.
4. umfar í Betrideildini - umfar nummar tvey
Leygardagin kl. 17: Víkingur - TB. (Dómari: Eiler Rasmussen)
Sunnudagin kl. 15: KÍ - EB/Streymur (Dómari: Alex Troleis)
Sunnudagin kl. 15: 07Vestur - B68 (Dómari: Bjarki Danielsen)
Sunnudagin kl. 15: ÍF - AB (Dómari: Rúni Olsen)
Mánadagin kl. 18: B36 - HB (Dómari: Petur Reinert)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2023
Lutakastið um hvussu spælast skal í kappingini um Løgmanssteypið hevur verið í 3-2 og Degi og viku, men nú tekur Televarpið yvir. Lutakast verður mánadagin
Tað hava verið 3-2 og Dagur og vika í Kringvarpi Føroya, sum hava hýst lutakastinum í kappingini um løgmanssteypið, men hetta sær út til at vera ein farin tíð.
Televarpið boðar nú frá, at mánakvøldið verður lutakast um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið, og tað verur altso á Rás 1.
- Sent verður beinleiðis á Rás 1 klokkan 20, sum er beint eftir dystin millum B36 og HB, sum verður vístur á somu rás, sigur Televarpið.
Tað verður Eli Hentze, sum vann Løgmanssteypið við B71 í 1993, sum fer at taka kúlurnar úr bollanum, og para feløgini í teimum átta dystunum, sum skulu spælast í fyrsta umfari.
Fyrsta umfar verður spælt leygardagin 22. apríl.
Televarpið sendir beinleiðis frá Løgmanssteypinum
Tilsamans skulu seytjan dystir spælast í kappingini um Løgmanssteypið, áðrenn vinnarin kann lyfta steypið á Tórsvølli 4. november.
Televarpið hevur gjørt avtalu við Fótbóltssamband Føroya um, at allir dystirnir verða vístir beinleiðis í Televarpinum.
Toymið hjá Televarpinum varð herfyri styrkt við Tróndi Arge, sum í nógv ár hevur verið ímyndin av fótbóltsfrásøgnunum á FM1 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2023
Føroyar komu undir stórt trýst, og fimm minuttir fyri leiklok varð brotsspark dømt móti Heina Vatnsdal. Úrslitið gjørdist eins og fyri tveimum árum síðani her 1-1
Tað tamarhaldið, ið Føroyar høvdu í fyrra hálvleiki, mistu føroyingar skjótt eftir steðgin í EM-undankappingardystinum í Moldova. Spælið gjørdist verjukent og við nógvari órógv á, umframt fleiri broytingum hvat leikskipan viðvíkur. Sum dysturin leið megnaðu Føroyar als ikki at hótta hinvegin, og fleiri og fleiri vandamiklar støður vóru í og kring føroyska brotsteigin.
Bæði Odmar Færø og Gunnar Vatnhamar bjargaðu á mállinjuni ella nær við har, men eftir 86 minuttir fekk Moldova brotsspark, tá armurin hjá innskifta Heina Vatnsdal var við høvdið hjá einum moldova.
Brotssparkið umsetti Ion Nicolaescu ógvuliga trygt, og síðstu løtuna løgdu bæði liðini nógv fyri at fáa sigurin - bestu støðuna fingu Føroyar, tá innskifti Ari Mohr Jónsson varð sendur avstað í umstilling. Vongurin fann ikki røttu alveringina, og so endaði tað 1-1. Eins og í 2021, tá liðini eisini byrjaðu eina undankapping við javnleiki í Chisnau.
Undankapping til EM 2024, fyrsta umfar
24. mars - Stadionul Zimbru, Chisinau
Moldova - Føroyar 1-1 (0-1)
27' Mads Boe Mikkelsen (Meinhard Egilsson Olsen) 0-1
87 Ion Nicolaescu (br.) 1-1
Føroyar (4-4-2): Mattias Heðinson Lamhauge – René Shaki Joensen, Odmar Færø (79' Heini Vatnsdal), Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Mads Boe Mikkelsen (71' Gilli Rólantsson), Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Meinhard Egilsson Olsen (79' Ári Mohr Jónsson) – Klæmint Andrasson Olsen (79' Páll Andrasson Klettskarð), Patrik Johannesen (62' Noah Mneney)
Mads Boe Mikkelsen legði Føroyar á odda í fyrra hálvleiki (Myndir: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2023
Sølvi Vatnhamar hevði ein stóran møguleika tíðiliga í seinna hálvleiki, og Føroyar høvdu til tíðir gott tamarhald á venjingardystinum. Tað endaði tó 1-0 við málið seint í dystinum
Hóast føroyska avrikið samanlagt var gott, so vóru ov nógvar leysar støður í løtum - serlga millum minutt 70 og 81. minutt, og tíggju minuttir fyri leiklok gekk galið.
Føroyar høvdu vunnið bóltin á egnari hálvu, René Shaki Joensen skuldi fara avstað við bóltinum, men temjingin kiksaði, bólturin fór hinvegin, og so fóru teir reyðkløddu norðurmakedonararnir avstað.
Bojan Mioviski fekk trekt burtur frá Odmari Færø, og við vinstra beininum smekkaði Aberdeen-áleyparin bóltin framvið Bárði á Reynatrøð og í mál.
Mynd: Sverri Egholm
Ungi leirvíkingurin hevði annars stórbjargað tveir minuttir frammanundan . Hóast tað vóru ting, ið teir skulu betra um, so stóðu ungu spælararnir seg væl. Teir fingu virðismiklar minuttir, og liðið fekk saman roynt ymiskt - sum heild eydnaðist tað væl, tó at Håkan Ericson og toymið skulu fínpussa fram til undankappingardystirnar seinni í ár.
Næsta uppgáva hjá føroyska A-landsliðnum er EM-undankappingardystur á heimavølli. Tað er 17. juni móti Kekkia. Tríggjar dagar seinni vitjar Albania á Tórsvølli.
Venjingardystur, 27. mars
National Arena Todor Proeski, Skopje
Norðurmakedonia - Føroyar 1-0 (0-0)
81' Bojan Mioviski 1-0
Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Hanus Sørensen, Heini Vatnsdal (46' Andrias Edmundsson), Rógvi Baldvinsson (72' Odmar Færø), Viljormur Davidsen - René Shaki Joensen (82' Klæmint Andrasson Olsen), Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen (72' Noah Mneney) , Stefan Radosavljevic((63' Gilli Rólantsson Sørensen), Ári Mohr Jónsson (63' Daniel Johansen) - Pætur Petersen
Fleiri nýggj andlit vóru at síggja í venjingardystinum móti Norðurmakedonia (Mynd: Sverri Egholm)
Bárður á Reynatrøð stóð ein góðan dyst í málinum (Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2023
Tveir sigrar, 2. plássið í bólkinum og nógvur lærdómur er úrtøkan hjá U17 gentunum eftir EM undankappingina
- Genturnar hava verið hugagóðar og arbeiðssamar. Vit hava lært nógv av hesum dystunum, og vit síggja eisini nógv aftur av tí, sum vit hava brúkt orku upp á til venjing.
Soleiðis tekur Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari saman um EM undankappingina hjá U17 landsliðnum við gentum í Litava farnu vikuna.
Føroyar løgdu fyri við einum søtum sigri móti litavsku vertunum í fyrsta dystinum, og hóast endaliga úrslitið 2-1 kundi givið ábendingar um ein javnan og spennandi dyst, so vóru føroysku genturnar greitt omaná.
– Vit vunnu 2-1, men sigurin kundi avgjørt verið størri. Vit vóru væl betri enn tær, betri skipaðar og betri á bóltinum, sigur landsliðsvenjarin um sigurin í fyrsta dystinum.
Føroyar hava her skorað í 2-1 sigrinum á Litava
Tær fyrstu ellivu í dystinum móti Litava
(Myndir: Luko Bartkaus nuotr)
Tríggjar dagar seinni spældu føroysku genturnar móti Moldova, sum frammanundan var lægst styrkismetta liðið í bólkinum. Og talan gjørdist eisini um ein trivaligan føroyskan sigur.
– Móti Moldova var ongin ivi um, hvat betra liðið var. Vit vunnu 6-0 og komu eisini til fleiri stórar málmøguleikar. Spælskipanin riggaði væl, vit pressaðu tær høgt og gjørdu okkum dælt av, at hinar vóru illa skipaðar, greiðir Eyðvør Jakobsen frá.
Triði og seinasti dysturin, sum varð spældur hósdagin, var tí eisini eitt slag av finalu um fyrsta plássið í bólki B1. Mótstøðulandið Grikkaland var júst flutt niður úr A deildini, og hevði frammanundan eisini vunnið stórt á bæði Litava og Moldova. Hesaferð vóru føroysku genturnar eisini við undirlutan.
– Grikkarnir vóru betri enn vit á bóltinum og tær spældu sera skjótt. Vit føldu beinavegin, at tær vóru skjótar á okkum, og vit ikki høvdu nógva tíð á bóltinum. Í fyrra hálvleiki høvdu vit eisini ov nógva virðing fyri teimum, men eftir steðgin vóru vit grammari og komu í fleiri nærdystir, sigur landsliðsvenjarin um dystin, sum endaði 2-0 til Grikkaland eftir hálvleiksstøðuna 1-0.
Litava – Føroyar
0-1 Fríða Magnusardóttir Jakobsen, 21′
0-2 Eydna Dalheim Olsen, 30′
1-2 Patricja Penkauskaité, 84′
Føroyar – Moldova
1-0 Lea Tórarenni Johannesen, 12′
2-0 Eydna Dalheim Olsen, 13′
3-0 Helga Mikkelsen, 55′
4-0: Súsanna Laksáfoss Godtfred, 67′
5-0: sjálvmál, 71′
6-0 Helga Mikkelsen, 74′
Føroyar – Grikkaland
0-1 Argyro Fakinou, 21′
0-2 Michaela Gianni, 90+3
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2023
Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hópin til menningarkapping fyri WU17 landslið, sum verður á Malta 9.til 18. apríl
Tað er nógv landsliðsvirksemi á skránni hjá fótbóltssambandinum í hesum døgum, og nú er hópurin úttikin til WU17 menningarkapping á Malta eftir páskir.
WU17 landsliðið hevur júst verið til EM undankapping í Litava og hevur klárað seg væl. Tann hópurin er fyrst og fremst mannaður við spælarum, sum eru føddar í 2006, ímeðan hópurin, sum í næstum skal til menningarkapping á Malta, er mannaður við spælarum úr árgangi 2007.
Sostatt fáa samanlagt heilt nógvir ungir spælarar landsliðsroyndir við hesum nýggja møguleikanum.
Í kappingini skulu Føroyar spæla móti Slovakia, Lettlandi og Malta, og hesar 18 eru á listanum hjá landsliðsvenjaranum:
Ingrid Berg Rasmussen, EBS/Skála
Jakobina Bergsdóttir, EBS/Skála
Alda Petersen, EBS/Skála
Sofía Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Maria Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Bára Tórálvsdóttir Poulsen, HB
Mira Bendix Laursen, HB
Marta Østerø, HB
Birita Mohr, KÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Petra Geyti, NSÍ
Eydna Dalheim Olsen, Víkingur
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Hildigunn Steinhólm, Víkingur
Mirjam Skoralíð, Víkingur
Leona Kjærbæk Djurhuus, TB/FCS/Royn
Rósa Reginsdóttir, TB/FCS/Royn
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2023
Tórshavn Darts Open og Faroe Island Darts Open eru í Glasir hetta vikuskiftið
Í døgunum 31. mars til 2. apríl skipar Havnar Dartfelag saman við Dartsambandi Føroya fyri altjóða dartkappingunum á Glasi.
Talan er um kappingarnar Tórshavn Darts Open og Faroe Island Darts Open. Fríggjadagin var eisini ein kapping á skránni. Tá var talan um sokallaða warm-up kapping í tvímansleiki. Kappast verður allar dagarnar bæði hjá kvinnum og monnum. Kappingarnar eru partur av kappingarskránni hjá World Darts Federation (WDF).
Krútsterk kapping
Aftur í ár eru fleiri sterkir útlenskir spælarar við í kappingini. Millum aðrar kunnu nevnast vinnarin hjá monnum frá í fjør, sviin Edwin Torbjørnsson, bretin John Scott og danin Brian Løkken, ið hevur spælt í HM-endaspælinum fyri fáum árum síðani.
Hesir útlendsku profilarnir skulu dystast móti okkara sterkastu spælarum, sum hetta seinasta árið hava fingið sera góð úrslit í altjóða kappingum, og kunna sostatt sigast at vera væl betri fyri enn til Tórshavn Open í 2022.
Hjá kvinnunum eru eisini fleiri sterkir útlendskir spælarar við, millum aðrar báðir svensku Tórshavn Open finalistarnir frá 2022, svensku Anna Forsmark og Maud Jansson.
Mynd frá 2022. Høllin á Glasir er karmur um stórsta partin av kappingunum har 40 dartbanar eru settir upp
Lutakarar úr nógvum londum
Samanlagt verða umleið 125 leikarar við í kappingunum. Umframt føroysku leikararnar, koma yvir 50 leikarar úr hinum norðurlondunum, Onglandi, Týsklandi, Niðurlondum og Eysturríki.
Televarpið sendir beinleiðis
Leygarkvøldið frá kl. 19 og sunnukvøldið frá kl 18 eru semifinalur og finalurnar hjá kvinnum og monnum á skránni. Hesir dystirnir verða vístir beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum. Nógv verður gjørt burturúr, og bæði frásøgumenn og samrøður við luttakarar verða.
Møguleiki er eisini at koma út á Glasir at hyggja allan dagin. Serliga tá ið kvartfinalurnar byrja er gott pláss at hyggja. Semifinalur og finalur í øllum kappingunum verða spældar í atrium.
Mynd frá 2022. Semifinalur og finalur verða spældar í atrium, har ið góður møguleiki er at hyggja. Televarpið sendir eisini frá hesum pørtum av kappingunum
Sterkt altjóða felt av spælarum
Í tílíkum kappingum verða spælarar seedaðir eftir hvussu ogv stig teir hava á stigalystanum hjá WDF.
Seedingar hjá monnum
Seedingar hjá kvinnum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2023
Badmintonsambandið hevur góðar vónir til oyggjaleikirnar, hóast flestu leikararnir ikki hava roynt tað fyrr
Føroyska landsliðið í badminton, sum skal umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey, er nú úttikið.
Av teimum tíggju, sum eru úttikin, eru heili sjey við á fyrsta sinni, so hesaferð er talan um ein væl yngri hóp av leikarum, enn vit eru von við.
Rannvá Djurhuus Carlsson, sum hevur vunnið nógvar sigrar fyri Føroyar er við barn, og er tí ikki við hesaferð.
- Vit fegnast um, at føroyskt badminton eigur stinnar leikarar, sum halda áfram at íðka, og somuleiðis ein sterkan hóp av yngri leikarum, sum eru klár at taka við, sigur Katrin Jacobsen, forkvinna í Badmintonsambandi Føroya.
Magnus Dal-Christiansen, Jónas Djurhuus og Árant á Mýrini hava fyrr umboðað Føroyar, hini eru nýggj og hava fleiri av teimum staðið seg væl í kappingum í meistararekkjuni í Danmark.
Ranja Joensen, sum enn er U15-leikari, hevur eisini góð úrslit í eliturekkjuni í Danmark.
Somuleiðis er ungdómslandsliðsvenjarin Wong Fai Yin partur av oyggjaleikahópinum.
Vit vita, at mótstøðan á oyggjaleikum er hørð, og hava vit góðar vónir til kappingina á Guernsey, hóast flestu leikararnir ikki hava roynt hetta fyrr. So spennandi verður, hvussu luttakastið til liðkappingina verður, tí tað kann verða avgerðandi fyri endaliga úrslitinum.
Næsta uppgávan hjá badmintonleikarunum er Kontrast FM, sum verður 15. apríl, og har kappast verður um føroyameistaraheitið í einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki.
Hópurin til oyggjaleikirnar á Guernsey er hesin:
Fai Yin Wong HBF
Magnus Dal-Christiansen HBF
Árant á Mýrini MBF
Jónas Djurhuus HBF
Asbjørn Heide Olsen HBF
Mia Thorkildshøj HBF
Miriam í Grótinum HBF
Sanna Thorkildshøj HBF
Bjarnhild í Buð Justinussen KBF
Ranja Joensen KBF
Landsliðsvenjari: Sune Gavnholt
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2023
Móti fleirifalda niðurlendska meistaranum og OL-luttakaranum, hevði ungi føroyski boksarin ongan møguleika í finaluni í Hvidovre Box Cup
Føroyski nevaleikarin fekk sunnudagin møguleika fyri at royna seg móti einum av teimum stóru innan ítróttina.
Í finaluni í altjóða boksistevnuni Hvidovre Box Cup skuldi evnaríki føroyingurin upp tvífalda niðurlendska meistaranum, Ferenc Soepboer úr Rotterdam.
Føroyingurin møtti her sínum yvirmanni, og varð støðgaður í øðrum umfari. At tapa móti einum royndum mótstøðumanni, ið fyrr hevur boksað í OL-kapping, sum hevur vunnið tær seinastu seks altjóða kappingarnar, hann hevur luttikið í, er heldur ongin skomm, eru venjararnir hjá David Kunoy samdir um.
Úrslitið hjá David er nevniliga, at hann hevur vunnið tríggjar av sínum fýra seinastu, og tað er gott klárað. Farna vikuskiftið vann hann tveir dystir og gjørdist sælendskur meistari fyri byrjarar.
Og kappingin í Hvidovre byrjaði framúr væl, tá hann leygardagin í hálvfinaluni leygardagin vann við dómaraatkvøðunum 3/2 móti einum sterkum íra.
Venjararnir eru ovfarnir av dirvinum hjá unga føroyska boksaranum. Tað er ein sannroynd, at óroyndir boksarar ofta taka seg úr kapping, tá teir skulu møta so sterkum boksarum, sum hesin Ferenc Soepboer, er. Men tað gjørdi David ikki.
- Nú fær David frí í 14 dagar, og so fer veiðan eftir fleiri gullmerkin í gongd aftur, siga venjararnir, Martin Meng og Nurlan Malaikev.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2023
Havnar Telvingarfelag, sum fyllir hundrað ár 18. apríl, skipar fyri FM fyri einstaklingar á páskum
Havnar Telvingarfelag, sum hin 18. apríl í ár fyllir 100, skipar um páskirnar fyri árligu føroyameistarakappingini í talvi fyri einstaklingar.
Og nú so stórur dagur nærkast, er tað hugaligt hjá elsta talvfelagnum í landinum at sanna, at flest allir av okkara fremstu telvarum fara at hátíðarhalda hetta søguliga hvarvið í føroyskari telving við at manna hin sterkasta FM-bólkin nakrantíð.
Undantikin eru tey hendinga árini, tá ið útlendingar eru bodnir við í eina opna FM-kapping.
John Arni Nilssen og John Rødgaard, sum báðir búgva í Danmark, eru teir einastu av fremstu sjey telvarunum á føroyska styrkilistanum, sum ikki eru við í FM-kappingini í ár. Hinir eru allir við. Og fyri fyrstu ferð nakrantíð eru okkara topp 4 í Føroyum - útisetin John Arni Nilssen undantikin - allir í landsliðsbólkinum saman. Hesir eru Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Poulsen og Rógvi Egilstoft.
Av teimum átta, sum manna landsliðsbólkin í ár, hava sjey verið føroyameistarar. Hin áttandi - Luitjen Akselsson Apol - hevur tó verið í FM-finaluumdysti. Og abbin við sama navnið var føroyameistari fleiri ferðir í síni tíð.
65 telvarar í alt
Kappast verður í fimm bólkum. Landsliðsbólkinum, 1. bólki, almenna bólkinum, unglingabólkinum og veteranbólkinum. Átta eru í ávikavist landsliðsbólki og 1. bólki, 25 eru í almenna bólkinum, 18 í unglingabólkinum og seks í veteranbólkinum.
Tað er góð luttøka samanborið við miðalluttøkuna tey seinnu mongu árini.
Í landsliðsbólkinum eru fimm av teimum átta úr Havnar Telvingarfelag. Martin Poulsen kom við í evstu løtu, tó at ivi var til tað síðsta, um hann fekk verið við. Sterku brøðurnir úr Sandavágs Talvfelag, Høgni og Rógvi, eru báðir við. Hin áttandi er Eyðun Nolsøe úr Klaksvíkar Talvfelag.
Teir einastu, sum kundu trokað aðrar av hesum av umframt John Arna Nilssen og John Rødgaard, eru Ólavur Simonsen, Jóan Hendrik Andreasen og Hans Kristian Simonsen. Tá eru ikki íroknaðir Bogi Ziska, sum nærum einki hevur telvað av týdningi í fleiri ár, men framvegis stendur við einum tali, sum endurspeglar tey úrslit, ið hann hevði fyri útivið fjórðingsøld síðani, og Flóvin Tór Næs, sum býr í Danmark, og hevur fingist ógvuliga lítið við telving nú í fleiri ár.
Hesir fyrrverandi føroyameistarar síggjast framvegis á føroyska topp 10 listanum við at kalla sama Elo-styrkitali, sum teir høvdu, tá teir einaferð vóru upp á tað besta.
Í dag - sama dag sum FM-kappingin byrjar - fer altjóða talvsambandið FIDE at kunngera nýggjan, dagførdan styrkilista, sum helst víkir nakað frá teimum tølunum, sum brúkt eru at flokka telvararnar í teir ymsu bólkarnar í ársins FM-kapping.
FM-kappingin í talvi verður á Finsen í Havn í døgunum frá 1. apríl til langa fríggjadag 7. apríl.
Landsliðsbólkurin 2023:
GM Helgi Dam Ziska, 2545
FM Høgni Egilstoft Nielsen, 2407
FM Martin Poulsen, 2300
FM Rógvi Egilstoft, 2298
FM Olaf Berg, 2211
Eyðun Nolsøe, 2174
FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen, 2153
Luitjen Akselsson Apol, 2143
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2023
Hetta er triðju ferð at Bjarni og Bogi vinna altjóða bridgekappingina í Havn
Tórshavnar Bridgefestivalur endaði leygardagin, og vinnararnir gjørdust nett teir somu sum í fjør. Bogi Simonsen og Bjarni Hólmar Einarsson.
Nummar tvey gjørdust Símun Lassaberg og Pól E. Egholm. Teir lógu leingi fremstir men dragnaðu móti endanum. Pól og Símun gjørdust eisini nummar tvey í fjør. Hauksson og Björn Þorláksson úr Íslandi endaðu á triðja plássi.
Hetta er triðju ferð at Bjarni og Bogi vinna Tórshavnar Bridgefestival. Teir vunnu í 2019 og í fjør. Í 2020 vann Bogi saman við norska Nils Kvangraven, so Bogi hevur megnað at vunnið allar fýra festivalarnar, sum verið hava higartil.
120 bridgespælarar spældu í Dansifrøi farna vikuskiftið. Kappingin gekk sera væl og útlendsku spælararnir lótu væl at kappingini, ið er væl fyriskipað og ikki minst framúr góðu hølunum í Dansifrøi.
Annfinn Brekkstein varaborgarstjóri setti kappingina fríggjakvøldið. Hann takkaði Føroya Bridgesambandi fyri, at tey á fjórða sinni skipa fyri so stórari altjóða kapping í Havn. Men hann bað tey eisini royna at seta sær enn hægri mál:
– Um tit ætla tykkum at skipa fyri EM ella HM í bridge, so skulu tit vita, at luturin hjá okkum í býráðnum ikki skal liggja eftir.
Tað verður spennandi um tað kanska kann enda við, at EM ella HM enda í stórhøllini í Havn.
Tórshavnar Bridgefestivalur verður aftur i døgunum 7. til 10. mars næsta ár. Fyrstu spælararnir hava longu teknað seg.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2023
13 undanstevnur hava nú verið í Skúlaleikum, og nærum 2000 næmingar úr 4., 5. og 6. flokki kring landið hava luttikið
- Skúlaleikir eru ordiliga góðir fyri okkum ítróttalærarar. Tað er so praktfult at sleppa at gera okkurt, sum ikki er "tað vanliga" og at arbeiða fram ímóti onkrum spennandi. Soleiðis segði ein væl nøgdur lærari á veg út úr høllini eftir eina av teimum 13 undanstevnunum í Skúlaleikum.
Aftur í ár hava bæði næmingar og lærarar latið sera væl at átakinum, nú útvið 2000 næmingar úr 4.,5. og 6. flokki kring landið hava luttikið og upplivað felagsskap og rørslugleði fyri øll.
Leiðin til landsstevnuna
Teir 13 farnu stevnudagarnir í ymsu økjunum í landinum hava fylgt eini greiðari skrá, og við væluppløgdum ítróttalærarum, dugnaligum umboðum frá ítróttagreinunum og smílandi vertum eru næmingarnir leiddir væl ígjøgnum stevnurnar.
Næmingarnir hava fingið nýggjar vinir, funnið uppá heppiróp, verið við í togtogan og lissikappingum – umframt at tey sjálvandi sluppa at royna ymsar ítróttagreinar. Hvør stevnudagur endaði við, at flokkurin, sum skal umboða økið til landsstevnuna, varð kosin.
15 flokkar úr 13 ymiskum skúlum
Vit eru glað fyri, at skúlar kring landið eru væl umboðaðir til landsstevnuna í Skúlaleikum 2023. 15 ymiskir 4., 5. og 6. flokkar úr 13 ymiskum skúlum sleppa at luttaka til á landsstevnuni 2023, sum verður tann 9. mai.
Fyri 4. flokkarnar, ið luttaka í frælsum ítrótti og flogbólti, eru tað næmingar úr: Kollafjarðar skúla, Hoyvíkar skúla, Skúlanum í Eystur kommunu, Santa Frants (A) og Porkeris skúla.
Fyri 5. flokkarnar, ið luttaka í badminton og inniróðri, eru tað næmingar úr: Kollafjarðar skúla, Skúlanum á Fløtum, Skúlatrøð (B), Sands skúla og Tvøroyar skúla.
Fyri 6. flokkarnar, ið luttaka í kurvabólti og rørslumegi, eru tað næmingar úr: Sørvágs skúla, Skúlanum á Argjahamri, Skúlanum úr Eystur Kommunu, Skúlanum við Løgmannabreyt og Vágs skúla.
Landsstevnan 9. mai verður í og uttanum høllina á Hálsi í Havn, og allir flokkarnir, sum eru komnir víðari, vera við. Tá sleppa børnini at royna seg í tilsamans seks ymsum ítróttagreinum ígjøgnum dagin. Landsstevnan byrjar kl. 9.30 og endar kl. 14.00, tá ársins Skúlaleikaflokkur 2023 fyri ávíkavist 4., 5. og 6. flokk verður kosin.
Tað er Ítróttasamband Føroya, sum hevur tikið stig til Skúlaleikir og samskipar leikirnar í samstarvi við Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Fólkaheilsustýrið, Føroya Kommunufelag og Fróðskaparsetur Føroya. Betri er høvuðsstuðul.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2023
Hetta eigur tó ikki at vera galdandi fyri íðkarar og stuðulsfólk, um tey stuðla krígnum í Ukraina, sigur Thomas Bach
Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) mælir til, at russiskir og hvítarussiskir íðkarar sleppa at luttaka í altjóða ítróttakappingum, um teir luttaka sum einstaklingar undir neutralum flaggi.
Hetta eigur tó ikki at vera galdandi fyri íðkarar og stuðulsfólk, sum stuðla krígnum í Ukraina, sigur Thomas Bach, forseti í IOC sambært DR.
Íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi hava verið útihýstir úr fleiri altjóða kappingum, og enn er støða ikki tikin til, hvørt teir skulu sleppa at luttaka í OL, sum verður í Paris um hálvtannað ár.
Men Thomas Bach vísir á, at í greinum sum tennis og súkkling, hevur mann sæð einstaklingar úr Russlandi luttaka, og tað hevur riggað.
Í februar samdust 35 lond um, at íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi ikki eiga at sleppa at luttaka í OL í Paris og í øðrum altjóða kappingum, men sambært IOC-forsetanum skulu stjórnir ikki avgera, hvør kann luttaka í OL.
Ukrainski ráðharrin við ítróttamálum, Vadym Gutzeit hevur áður sagt, at tað ikki kann útilokast, at Ukraina fer at boykotta OL, um íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi sleppa at luttaka.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2023
-
Konfirmatión verður í Argja kirkju sunnudagin 2. apríl kl. 11. Prestur er Derhard Jógvansson.
Konfirmantarnir eru hesi:
Astrid Tummasarson, Reynsgøta 55B. Dagurin verður hildin í Posthúskjallaranum, Tórsgøta 8, frá klokkan 16.
Brestir á Rógvi, undir Kongavarða 39, 2h. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.
Christian Elias Meng Wojciechowski, undir Kongavarða 34. Dagurin verður hildin í Tórshavnar Bátafelag, Bryggjubakki 20, frá klokkan 15.
Hákun Rask Olsen, Traðartún 8. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.
Jónas Weihe Markling, Leitisgøta 2. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.
Jónsvein Kjærbo, Reynstún 11. Dagurin verður hildin frá klokkan 14.30.
Levi Debess, Garðsgøta 21. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.
Saxo Patursson Vase, undir Kongavarða 126. Dagurin verður hildin hjá Landsverk, Yviri við Strond 17, frá kl. 17.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2023
-
Sunnudagin 2. apríl verður konfirmatión í Christianskirkjuni í Klaksvík. Prestur er Marjun Lómaklett.
Konfirmantarnir eru hesi:
Kendra Holm. Dagurin verður hildin Undir Brúnni 18, frá kl. 16.
Malena Vágsheyg Sigurðsson. Dagurin verður hildin á Finastøðini. Stangavegur 23, frá kl. 17.30.
Nathalie Mariann Gudjonsson. Dagurin verður hildin á Skáltavegi 61, frá kl. 16.
Hjørdis Ólavsdóttir. Dagurin verðr hildin Oman Eið 8, frá kl. 15.
Sunniva Kristin B. Vatnsdal. Dagurin verður hildin í kirkjukjallaranum (Christianskirkjuni), frá kl. 16.
Jákup Bjartalíð. Dagurin verður hildin Garðavegur 11 (Gamli Sjómansskúlin), frá kl. 17.
Jógvan Lutzen. Dagurin verður hildin Undir Hálsi 19, frá kl. 16.
Brandur Dahl Sørensen. Dagurin verður hildin á Kunoyargøtu 29, Kunoy, frá kl. 16.
John Ziska Joensen. Dagurin verður hildin Undir Fossum 79, frá kl. 17.
Símun Háberg. Dagurin verður hildin á Brekku 31 (Verkstaðurin á Brekku), frá kl. 15.
Klæmint Mc.Leod Andreasen. Dagurin verður hildin Undir Fossum 37, frá kl. 15.
Pætur Elia Sundsskarð. Dagurin verður hildin á Fosságøtu 28, frá kl. 17.
Niels M. Hansen. Dagurin verður hildin á Helnabrekku 27, frá kl. 17.
Hanni Bjartur Mørkøre. Dagurin verður hildin á Biskupstøðgøtu 8, frá kl. 17.
Dávid Vilhelm. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Kunoy, frá kl.17.
Ólavur Waagstein. Dagurin verður hildin í Nólsoyar Pálls húsinum, frá kl. 15.
Lukas Poulsson Joensen. Dagurin verður hildin Undir Grashjalla 37, frá kl. 15.30.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2023
-
Sunnudagin 2. apríl kl. 11 verður konfirmatión í Fuglafjarðar kirkju. Prestur er Gerhard J. Mikkelsen.
Konfirmantarnir eru hesi:
Akiko Venice Antonio Doronila Opið hús í Bowling Høllini í Leirvík frá kl. 16.
Ári Hansen. Opið hús á Samognarbøi 21, Leirvík, frá kl. 18.
Christian Beder Jónsson. Opið hús á Bjarnavegi 26, Fuglafjørður, frá kl. 16.
Dánial Petur Abrahamsen. Opið hús á Kráarvegi 20, Kambsdalur, frá kl. 15.
Dávid Jørginsson. Opið hús við Bólstein 10, Leirvík, frá kl. 15.
Døgg Jóhannusardóttir. Opið hús á Innandalsvegi 88, Fuglafjørður, frá kl. 15.
Elinbjørg Johnsdóttir. Opið hús á Bøvegi 10, Fuglafjørður, frá kl. 17.
Guðrið Lambaa Haraldsen. Opið hús í Stovugerði 23, Fuglafjørður, frá kl. 15.
Herborg Blábjørg. Opið hús á Mørkin 22, Fuglafjørður, frá kl. 17.
Jóhan Edmund Abrahamsen. Opið hús Thabor, Fuglafjørður, frá kl. 15.
Naomi Alvilda Breiðaskarð. Opið hús í Ribarhus, Fuglafjørður, frá kl. 15.
Remi Didriksen. Opið hús í Lonini, Fuglafjørður, frá kl.16.
Rókur Dam Poulsen. Opið hús í Barnagarðinum í Leirvík frá kl. 16.
Teitur Harleysson. Opið hús á Torkilskróki 7, Fuglafjørður, frá kl. 17.
Tóki Linduson Hentze. Opið hús á Garðavegi 9, Fuglafjørður, frá kl. 17.
Sára Skoralíð. Opið hús í Leirvíkar missiónshús (kj) frá kl. 16.30.
Alisa Maria Jacobsen. Opið hús á Eggjarvegi 13, Leirvík, frá kl. 13.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2023
-
Sunnudagin 2. apríl kl. 11 verður konfirmatión í Gøtu kirkju. Prestur er Ovi Brim.
Konfirmantarnir eru hesi:
Kaja Hansen, Nesvegur 107, Nes. Dagurin verður hildin í Gott í Saltangará frá kl. 17.
Naomi Hansen, Høganesvegur 43, Toftir. Dagurin verður hildin í Talvhúsinum frá kl. 16.
Hjørdis Ósbjørnsdóttir Jacobsen, Gerðavegur 24, Syðrugøta. Frá kl. 17.
Gunnvá við Rætt, Regnavegur 31, Toftir. Dagurin verður hildin í Skótahúsinum við Løkin frá kl. 17.
Annkey Silvia Nattestad Samuelsen, Stallagøta 3, Norðragøta. Frá kl. 17.
Tobias Gerlach Bergkvist, Hjallavegur 32, Toftir. Dagurin verður hildin á Svangaskarði frá kl. 16.
Leon Jarnskor Ellingsgaard, Gerðavegur 18, Syðrugøta. Frá kl. 16.
Marius Gaardlykke, Gaddavegur 48, Nes. Frá kl. 17.
Brestir Gøte, Gaddavegur 19, Nes. Frá kl. 15.
Jónas Glerfoss Hansson, við Matará 6, Syðrugøta. Dagurin verður hildin í Víkingahúsinum í Norðragøtu frá kl. 17.
Mikkjal Hammer í Hjøllum, Regnavegur 20, Toftir. Frá kl. 16.
Adrian Højgaard, Høganesvegur 3, Toftir. Dagurin verður hildin í tilhaldinum á Vesturskin frá kl. 17.
Jógvan Kári Højgaard, á Heygum 7, Toftir. Dagurin verður hildin fyri innbodnum.
Sámuel Janusarson, Lýðarsvegur 27, Toftir. Frá kl. 15.
Jóhannis Ambrosius Jacobsen, við Ánna 52, Norðragøta. Dagurin verður hildin á Gásamýri, Kulibakki 15, Leirvík frá kl. 17.
Nóa Klein Joensen, Tórðrargøta 11, 512 Norðragøta. Dagurin verður hildin í Víkingahúsinum við fótbóltsvøllin á Brekku í Leirvík. Frá kl. 16.
John Frederiksberg Leiti, Regnavegur 9, Toftir. Dagurin verður hildin í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni frá kl. 17.
Ísak Eysturtún Nielsen, Sjúrðrargøta 26, Norðragøta. Frá kl. 17.
Ingolf Olsen, Heygsvegur 56, Toftir. Dagurin verður hildin í missiónshúskjallaranum á Toftum frá kl. 15.
Dávid H. Pállsson, Sjúrðargøta 34, Norðragøta. Frá kl. 17.
Jákup Kristiansson Poulsen, Brekkuvegur 1, Toftir. Frá kl. 16.
John Samsson, Torbjarnargøta 8, Norðragøta. Frá kl. 17.
Djóni Min Øre, í Tungu 2, Syðrugøta. Frá kl. 16.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2023
-
Pálmasunnudag 2.apríl kl 11 verður konfirmatión í Havnar kirkju við Ann Hermansdóttir, sóknarpresti.
Konfirmantarnir eru:
Fía Kartinsdóttir Morensen, Geilartún 6, Tórshavn. Dagurin verður hildin í Broncks, Jónas Broncksgøtu 17, frá kl 17.
Barbara Feilberg í Gong, Traðarbrekka 10, Tórshavn. Dagurin verður hildin í húsinum hjá Deyvafelagnum, Íslandsvegur 10 B, frá kl 16.
Barbara Kirke Davidsen, Stoffalág 27. Øll er hjartaliga vælkomin. Veitslan verður hildin heima og byrjar kl. 14.
Silvurlín Arge Rasmussen, Jóan Karls gøta 3, Tórshavn. Dagurin verður hildin í Lítla Skúla, Hoyvíksvegur 56, frá kl 15-20:30.
Arni Bartal Joensen. Opið hús frá kl. 17 í hølinum hjá Føroya Arbeiðarafelag, Tjarnardeild 7.
Lív Helena Arge Jacobsen, J. C. Svabosgøta 13. Dagurin verður hildin í Starvsfelagnum, J. H. Schrötersgøta 9, frá kl 17.
Asta Iversen Heldarskarđ, Stoffalág 42, Tórshavn. Dagurin verđur hildin Oman Hoydalar 32, frá kl 17.
Bjalla Beintudóttir Dalsgarð. Dagurin verður hildin í Jónas Broncks gøtu 48 frá kl. 16.
Sarita Kvilt, Svalbardsvegur 11. Dagurin verður hildin í kirkjuhúsinum við sjógv á Strondum frá kl 16.
Byrgi Petersen. Veitslan verður hildin fyri innbodnum á Hafnia.
Karl Vilhelm Weihe, dagurin verður hildin á Óðinshædd 13, frá kl. 16.
Ragnhild Magnusson, opið hús verður í Bridgehúsinum í Gundadali frá kl. 17.
Emma Marliz Jacobsen. Dagurin verður hildin í Ryskigøta 23, Tórshavn. Frá kl 17
Jóhanna Danielsen. Dagurin verður hildin heima, Millum Gilja 26, Hoyvík, frá kl 17.
Anna Bella Vang Niclasen. Opið hús 15-21 í Frelsunarherinum, inngongd í Magnus Heinasonar gøtu.
Gutti Høgnason Øster. Dagurin verður hildin á Skúlaheiminum (við Glasir) frá kl. 17.
Sigga Due
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2023
-
Sunnudagin 2. apríl - pálmasunnudag - klokkan 11 verður konfirmatión í Hoyvíkar kirkju. Prestur er Theodor Eli Dam Olsen.
Konfirmantarnir eru hesi:
Durita Johansen, Gerðisvegur 1, Hvítanes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17 til 21.
Íðunn Gaard Tróndardóttir, Oman Hoydalar 18, Hoyvík. Opið hús í Smiðjgerði 1 frá kl. 17.
Karin Djurhuus Jacobsen, Millum Gilja 5, Hoyvík. Dagurin verður hildin í Sjónleikarhúsinum frá kl. 14.
Katarina Kjærbo, Millum Gilja 30, Hoyvík. Opið hús frá kl. 17.
Lilja Debes av Teigum, Karlamagnusarbreyt 19, 01, Hoyvík. Opið hús í Bylingshúsinum í Maritugøtu í Hoyvík frá kl. 16.
Ronja Vidtfeldt Halsdóttir, Frúutrøð 18, Tórshavn. Vælkomin til drekkamunn frá kl. 16.
Sesilia Sørensen, Maritugøta 55 v, Hoyvík. Dagurin verður hildin i Býlingshúsinum i Maritugøtu frá klokkan 15.
Axel Holm Simonsen, Garðavegur 12, Hoyvík. Dagurin verður hildin í kjallaranum í Hoyvíkar kirkju frá kl. 15.
Marcus Djurhuus, Aalborg. Dagurin verður hildin í Smæruni, J.H. Schrøtersgøta 7, frá kl. 16.
Markus Erlingsson Dalsgaard, Huginsgøta 5, Hoyvík. Opið hús frá kl. 15.
Nóa Tummas Jacobsen, Ovaragøta 58, Hoyvík. Opið hús í kantinuni á Posta frá kl. 16.
Hóri Debes Hammer, Huginsgøta 1, Hoyvík. Opið hús frá kl. 16.
Jónas Poulsen, Jóansgøta 23, Hoyvík. Opið hús í Skúlanum við Løgmannabreyt frá kl. 16. Høvuðsinngongdin verður nýtt.
Ólavur Martin Christiansson, Á Hvítanesi 31, Hvítanes. Opið hús frá kl. 16.
Petur Tóri Jacobsen, Gortrugøta 15, Hoyvík. Opið hús frá kl. 16.
Pætur Kruse Sørensen, Gillagøta 1, Hoyvík. Opið hús frá kl. 14.
Sigmundur Hoydal, Skraddaragøta 17, Hoyvík. Opið hús frá kl. 17.
Tummas Lindenskov Joensen, Torkilsgøta 16, Hoyvík. Opið hús frá kl. 17.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2023
-
Sunnudagin 2. apríl verður konfirmatión í Porkeris kirkju. Prestur er Patrick de Neergaard.
Bárður Augustinussen. Dagurin verur hildin í Roynhøllini í Hvalba frá kl. 14
Tummas Jákupssonur Joensen. Dagurin verur hildin heima á Bøgøtu 17 í Sumba frá kl. 15
Benjamin Bjarnason. Dagurin verur hildin í Jómsborg í Vági frá kl. 16
Eyðgerð Maria Hilmarsdóttir Skyt. Dagurin verur hildin í samkomuhúsinum í Sumba frá kl. 15
Laura Thorsteinsson. Dagurin verur hildin í Kappróðrarneystinum í Vági frá kl. 15
Simona Majbrith Úr Hørg. Dagurin verur hildin í Sumbiar skúla frá kl. 15
Ninna Hovsgard í Hjøllum. Dagurin verur hildin í skúlanum í Hovi frá kl. 16
Helena Dagmar Nilssen. Dagurin verur hildin í Frelsunarherinum í Vági frá kl. 16
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2023
-
Sunnudagin 2. apríl kl. 11 verður konfirmatión í Sands kirkju. Prestur er Havstein Klein.
Konfirmantarnir eru hesi:
Hans Pauli Friðfinsson Nicolajsen. Opið hús í Missiónshúsinum í Skopun frá kl. 15.
Tummas Frank Joensen. Opið hús í Samljóð í Skopun frá kl. 14.
Tóti Madsson Fagradal. Opið hús í Trøðum 2, Sandur, frá kl. 16.
Kristoffur í Soylu Selfoss. Opið hús í Nesi 8, Sandur, frá kl. 16.
Pætur Havsteinsson Klein. Opið hús í Todnesi, Heimasandsvegur 122, Sandur frá, kl. 15.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2023
-
Pálmasunnudag verður konfirmatión í Skála kirkju kl. 11. Prestur er Símun Persson Jacobsen.
Konfirmantarnir eru hesir:
Bjørk Dyssegaard, í Gerði 3, Strendur: Dagurin verður hildin frá kl. 19.
Anna Louisa Fonsdal Mikkelsen, Bryggjan 2, Skála: Dagurin verður hildin í Meinigheitshúsinum frá kl. 17.
Silas Jákupsson Heinesen, Skálavegur 238, Skála: Dagurin verður hildin frá kl. 16.
Mikkjal Dávason, Skúlavegur 4, Strendur: Dagurin verður hildin frá kl. 15.
Bjørk Mariusardóttir, Heygsvegur 5, Strendur: Dagurin verður hildin í Bygdahúsinum frá kl. 16.
Elian Bárðarson Nielsen, Hórheiðar 33, Skála: Dagurin verður hildin frá kl. 17.
Vince Andre Cabillan, Skálavegur 266, Skála: Dagurin verður hildin í Sellanum frá kl. 15.
Sofía Høj, Eyrgøta 3, Strendur: Dagurin verður hildin í Pensionistahúsinum kl. 15.
Yrsa Døgg Hammer, Lágargerði 16, Strendur: Dagurin verður hildin frá kl. 16.
Regin Borgarsson, Skálavegur 236, Skála: Dagurin verður hildin í Bygdasalinum í Ítróttarhøllini á Skála frá kl. 17.
Sunvard Vang Aronsson, Dvørgasteinsvegur 8, Skálafirði: Dagurin verður hildin frá kl. 16.
Jonhild Poulsen, Hórheiðar 20, Skála: Dagurin verður hildin frá kl. 16.
Joen Jacob Reginsson, Dvørgasteinsvegur 4, Skálafirði: Dagurin verður hildin frá kl. 15.
Davina Viktoria Zachariassen, Fagralíð 24, Skála: Dagurin verður hildin í Skála skúla frá kl. 15.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2023
-
Sunnudagin verður konfirmatión í Vesturkirkjuni í Havn klokkan 11. Prestur er Bergur D. Joensen.
Konfirmantarnir eru hesi:
Aleks Heiðriksson, Brattalíð 7. Dagurin hildin frá kl. 16.
Anja Vandsdal Barbarudóttir, Vesturgøta 20. Dagurin hildin í Bóndabrekku 6 frá kl. 15.
Anna Brøðraberg Lützen, Hvarvið 7A. Dagurin hildin frá kl. 16.
Bára Reynheim Petersen, Hvarvið 7C. Dagurin hildin frá kl. 16.
Beinir Rúnason Weihe, Djóna í Geil Gøta 45. Dagurin hildin frá kl. 17.
Birita Bech Christiansen, Viðargøta 20, Argir. Dagurin hildin í Havnar Handverkarafelag, Stoffalág 60, frá kl. 16.
Birita Karbech Teitsdóttir, Tinghúsvegur 81. Dagurin hildin á Áarvegi 5 frá kl. 15.
Birta Janusardóttir Horn, R. C. Effersøes gøta 29. Dagurin hildin í Hornahúsinum frá kl. 16.
Bjarti Jóhansson Hansen, Fjalstún 4. Dagurin hildin frá kl. 16.
Brandur Mørk, Kráarvegur 5. Dagurin hildin í B36-húsinum frá kl. 16.
Cecilia Amilia Nolsøe Grell, Sundsvegur 14 A. Dagurin hildin saman við innbodnum.
Christian Gunleifsson Nielsen, Viðargøta 38, Argir. Dagurin hildin í Skúlanum á Fløtum frá kl. 16.
Durita Katarina Thomsen, Suðurrás 11, Tórshavn. Dagurin hildin frá kl. 17.
Elsa Kathrina Eysturberg Gisladóttir, Kovalág 4. Dagurin hildin í AB-húsinum frá kl. 15.
Emilia Sigvaldsdóttir Fugloyarvegur 4. Dagurin hildin frá kl. 14.
Emmy Bjarta Oluffa Signyardóttir Hermansen, Perskonugøta 6B. Dagurin hildin frá kl. 17.
Ester Hentze Davidsen, Bringstún 4, Argir. Dagurin hildin í ovaru hædd í Skeiva Pakkhúsi, Sigmundargøta 19, frá kl. 17. (Inngongd frá kolagarðinum).
Gunnvá Sólheim Tausen , Fútalág 19. Dagurin hildin í kantinuni hjá SEV við Landavegin frá kl. 15.
Halgir Hjørmundur Róason Jacobsen, Tjóðhildargøta 6. Dagurin hildin frá kl. 16.
Jens Steingrímsson, Bjarnoyarvegur 5. Dagurin hildin í Skemmingsgøtu 6 frá kl. 15.
Jónas Danielsen, Flatnagerði 10A. Dagurin hildin frá kl. 17.
Jónatan Anthoniussen, Heygsmannavegur 8. Dagurin hildin í Javnaðarhúsinum, Niels Finsensgøtu 14, frá kl. 17.
Katrin Emilia Joensen, Viðargøta 46, Argir. Dagurin hildin í Grønlendingahúsinum, Jøkulstræti 8, Tórshavn, frá kl. 16.
Kim Hammer Joensen, Hetlandsvegur 7. Dagurin hildin frá kl. kl. 17.
Kristjan Faulkner Reynheim. Leivsgøta 5. Dagurin verður hildin í Havnar Arbeiðarafelag, Tinghúsvegur 7, frá kl. 17.
Kristoffur Bergur Jacobsen, Bóndaheygur 27. Dagurin hildin á Panorama á Hotel Hafnia frá kl. 17.
Maria Joensen, Tórugøta 15. Dagurin hildin í MEGD-húsinum, Íslandsvegur 10C, frá kl. 16.
Markus Gullfoss undir Borgarhálsi 40, Velbastaður. Dagurin hildin frá kl. 17.
Olivia Dansdóttir Næs, Grønlandsvegur 49. Dagurin hildin í Skúlanum á Trøðni frá kl. 15.
Olivia Reinert Joensen, Heygsvegur 16. Dagurin hildin í Jøkulstræti 6, Tórshavn, frá kl. 17.
Poul Klein Arnbjerg, Ravnsoyargøta 6. Dagurin hildin frá kl. 17.
Sandra Silvureið, á Heygnum Mikla 7. Dagurin hildin í hølunum hjá Kiwanis, Jøkulstræti 4, frá kl. 16.
Svanna Silvureið, á Heygnum Mikla 7. Dagurin hildin í hølunum hjá Kiwanis, Jøkulstræti 4, frá kl. 16.
Silas Djurhuus Vedelsbøl, Íslandsvegur 28. Dagurin hildin frá kl. 14.
Teitur Kári Dávason Glerfoss, Kirkemarksvej 12, 9480 Løkken, Danmark. Dagurin hildin í Stiðjagøtu 5, Tórshavn, frá kl. 15.
Tóra Akralíð, Dalakrókur 19. Dagurin hildin frá kl. 17.
Tóra Delmarsdóttir Kjærbo, Meinhartstrøð 5. Dagurin hildin frá kl. 14.
Tóra Olsen á Skúr, á Heygnum Mikla 12. Dagurin hildin í gamla Handilsskúlanum, Janusargøta 3, frá kl. 17.
Tórhild Bogadóttir Ziska, Grønlandsvegur 28. Dagurin hildin frá kl. 18.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2023
Tá ið vit í dag steðga á at minnast, at Axel Tórgarð hevði verið 100 ár 31. mars, er tað tí, at vit vilja varpað ljós á tað stóra arbeiðið, ið Axel Tórgarð hevur gjørt, tá ið talan er um at skriva og at týða tekstir bæði í bundnum og óbundnum máli til brúks í kirkju okkara
Undir gudstænastuni seinasta sunnudag 26. mars, Boðanardag Mariu, hugleiddi Uni Næs, dómpróstur um nøkur av teimum kirkjuligu avrikunum hjá Axeli Tórgarð:
31. mars 2023, hevði Axel Tórgarð fylt 100 ár.
Valdir vórðu sálmar, ið Axel Tórgarð hevur yrkt og týtt, og tekstir, ið Axel Tórgarð hevur skrivað og týtt. Kór sang tveir sálmar í týðing hjá Axeli Tórgarð.
Sálmar: 546, 247, 183 – 672, 353, 165, 211
Tekstir: Úr ymiskum bókum hjá Axeli Tórgarð.
Axel Tórgarð 1923-2023
Tá ið vit í dag steðga á at minnast, at Axel Tórgarð hevði verið 100 ár 31. mars, er tað tí, at vit vilja varpað ljós á tað stóra arbeiðið, ið Axel Tórgarð hevur gjørt, tá ið talan er um at skriva og at týða tekstir bæði í bundnum og óbundnum máli til brúks í kirkju okkara.
Axel Tórgarð var eisini virkin á øðrum økjum, tá ið talan er um annað skrivligt arbeiði, sum eisini hevur ríkað mál og mentan okkara. Tað lata vit liggja hesa løtuna.
Í dag lesa vit nakrar tekstir úr bókum, ið Axel Tórgarð hevur skrivað og týtt.
Vit hava higartil í gudstænastuni nortið við nakrar tættir:
Bønin ella kollektin frá altarinum var bønin hjá Manasse.
Henda bønin er at lesa í Apokrýfunum.
Hetta er stytsta ritið ella bókin í Apokrýfunum. Tær eru 11 í tali.
Tá ið vit umrøða Bíbliuna, ta Heilagu skriftina, nevna vit serliga tvey sløg av skriftum. Tað er tær kanónisku og tær apokrýfisku.
Um hesar bøkur skrivar Axel Tórgarð:
“Kanóniskar bøkur eru tær, sum av øllum kristnum kirkjum og samkomum eru viðurkendar sum rættar heilagar bøkur, og sum eru rætta grundarlagið undir kristnari læru og trúgv.
Apokrýfiskar bøkur eru tær, sum ikki eru mettar so heilagar, og tí heldur ikki eru við í øllum bíbliuútgávum. Apokryptos merkir á grikskum máli fjaldur ella loyniligur.
Luther tekur apokrýfurnar við í sína bíbliutýðing, og Luther sigur, at tær eru “góðar og gagnligar at lesa.”
Sum kunnugt hava vit tvær bíbliutýðingar í Føroyum: Hjá J. Dahl og hjá V. Danielsen. Hvørgin teirra hevur týtt apokrýfurnar. Men tað hevur Axel Tórgarð gjørt, so vit kunnu av sonnum siga, at Axel Tórgarð eisini hevur verið bíbliutýðari. Apokrýfurnar komu út í bók í 1990.
Bønin hjá Manasse er ein sálmur, sum við syndajáttan og angri skal siga frá, at Manasse kongur – frekasti skurðgudadýrkarin í Júda ríki – vendi um og iðraði seg um syndir sínar. Bønin er skrivað á grikskum helst stutt eftir føðing Krists.
Síðani las Rúna í Skála úr Tobits bók. Tóbits bók er søgan um tann gudrøkna Jødan Tobit í Ninive og son hansara Tobias.
Eingilin Rafael hjálpir teimum í ymiskum neyðum, og bókin er eitt dømi um tað gudrikna lívið Jødar í útlegd átti at leggja dent á. Nógv bendir á, at bókin er upprunaliga skrivað á hebráiskum ella árameiskum máli.
Síðani hoyrdu vit Marius Rein lesa eitt brot – ein morgunlestur – úr bókini “Orðið er tær nær”, sum er eitt savn av lestrum, ið hava verið lisnir í útvarpinum, tá ið morgunlestur hevur verið. Bókin kom út í 1992.
Til seinast las Høgni Joensen brot úr bókunum “Dagar og nøvn í álmanakkanum”, sum kom út í 1994 og úr bókini “Morgunlestrar”, ið kom út í 1987.
Tann fyrra bókin er ein frágreiðing um allar dagar í árinum, har hvør hevur sítt heitið, og hin seinna er eitt savn av morgunlestrum til hvønn dag í árinum, ið hava verið lisnir í Útvarpi Føroya.
Axel Tórgarð var eisini ein av høvðuspersónunum at leggja sálmabókina til rættis, ið kom út í 1990, Sálmabók Føroya kirkju.
Í 2022 kom bókin “Verði ljós”, sum er eitt savn av morgunlestrum úr Gamla Testamenti, sum eisini eru lisnir í Útvarpi Føroya.
Sálmarnir, vit syngja í dag, sum Axel Tórgarð antin hevur yrkt ella týtt, standa allir í Sálmabókini og nakrir eru eisini at finna í Sálmabókaruppískoytinum.
Vit løgdu fyri í gudstænastuni í dag við kenda sálminum hjá Jacob Knudsen: Sí, úr havi rísur. Hetta man vera ein av kendastu sálmunum í donsku sálmabókini.
Axel Tórgarð hevur 12 týðingar av sálmum í Sálmabókini og ein yrktan, og seks týddar sálmar í Sálmabókaruppískoytinum. Í dag syngja vit seks sálmar í týðingum hjá Axeli Tórgarð, og kórið undir leiðslu av urguleikaranum Leif Hansen, syngur tveir – nr. 683 og 680.
Nú skal henda løtan, vit minnast Axel Tórgarð, ikki vera ein greining ella lýsing av kristiliga skaldskapinum hjá AT – tað er avgjørt ein áhugaverd uppgáva – men eg hugsaði at nevna nøkur eyðkenni, sum eg havi lagt merki til, tá ið eg havi lisið nakrar av tekstunum í bókunum og sálmunum hjá Axeli Tórgarð.
Eg hugsi um sambandið millum tað kristiliga ella andliga og tað dagliga – hetta, at duga at taka til í álvara og gaman.
Hetta var nakað, ið eyðkendi Axel Tórgarð. Vaksin upp í tí gomlu føroysku mentanini, dugdi hann at brúka hetta tilfarið í tí hann skrivaði og prædikaði.
Í morgunlestrinum 1. januar, (Morgunlestrar) hugleiðir Axel Tórgarð um orðini: Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina.
Hann tekur soleiðis til:”Við boðunum um skapanina verður sagt okkum, at hjá Gudi í upphavi byrjar tilvera okkara. Tað er millum annað tað sama, sum mæta skald okkara Janus Djurhuus sigur í tiltiknu yrking síni um Móses á Sinai fjalli: “Tá settist mark ímillum var og er.”
Í sama andadrátti, tó í aðrari bók við stuttlestrum (Orðið er tær nær) endurgevur, Axel Tórgarð nøkur orð hjá Ejvindi Berggrav, kendur norskur biskupur: Í fyrstuni var orðið – men so komu gudfrøðingarnir, og fólk skiltu tað ikki!
Ikki kunnu vit siga, at vit ikki skiltu Axel Tórgarð – í prædiku, skrift og talu.
Væl lá fyri at taka til, sum t.d. í einum lestri, har hann sigur, “at lívið hjá teimum trúgvandi er bíblian hjá teimum vantrúgvandi”, ella aðrastaðni um nýggja prestin, sum vildi vita, hvat fólki dámdi prædiku hansara. “Ájú” skuldi hesin siga, “prædikan var góð, men mær tykir, hon var heldur stutt.” Tá skuldi presturin svara aftur: “Legg tú einki í tað, tí at eg haldi fram næsta sunnudag.”
Og tað var júst tað, sum AT gjørdi sunnudag eftir sunnudag frá hesum prædikustóli í mong ár.
Axel Tórgarð fekk teologiskt embætisprógv í 1954. Hann var sóknarprestur í suðurstreymoyar prestagjaldi 1954-1957. Í 1957 gjørdist hann fyrsti stjóri í nýstovnaða Útvarpi Føroya. Árini 1960-1979 vóru Axel Tórgarð og konan Margretha prestafólk í norðstreymoyar prestagjaldi. Í 1979 komu tey aftur til Havnar, og gjørdist hann sóknarprestur í suðurstreymoyar eystara prestagjaldi til hann fór frá í 1989. Axel Tórgarð doyði í 2011.
Í yngri árum var Axel Tórgarð virkin í KFUM í Havn og í skótarørsluni. Saman við øðrum var hann ein av stovnarunum av smáskótunum hjá KFUM fyri júst 70 árum síðani.
Tveir av sálmunum, vit syngja í dag, hava Petter Dass og N.F.S Grundtvig yrkt.
Hjá Petter Dass ljóða orðini soleiðis, nr. 183:
Guðs krossur kraft til frelsu ber,/hvar leiðirnar so liggja,/ ja, øllum undir himni er,/ sum lond og ríki byggja./ Til Guðs at fara er nú frítt,/ Guðs sonur dýri droyri blítt/ tær dyr upp latið hevur./ Tak tú í trúnni við tí væl,/ í oyrum tínum ljóða skal:/ Tær Jesus fyrigevur.
Hjá Grundtvig ljóða orðini soleiðis, nr. 211:
Páskablóma! Megin sterk/ er í tínum gula horni,/ og sum við eitt undurverk/ lekist eg á páskamorgni./ Morgunsól og fuglamál/ drakk eg mær úr tíni skál;/ deyðir vakna, eg man skoða/ teir í páskamorgunroða.
Hesi bæði sálmaversini eru í tráð við dagsins tekst um boðanardag Mariu, tá ið yrkt verður, .... at Guðs sonur okkum dyr hevur latið upp .... og at deyðir vakna, eg man skoða/ teir í páskamorgunroða.
Hetta er gleðiligi boðskapurin boðanardag Mariu, tí stórverk hevur Guð gjørt, hin alvaldi. Og heilagt er navn hansara. Og miskunn hansara varir ætt eftir ætt hjá teimum, sum óttast hann.
Tí kunnu vit eisini á hesum degi fegnast, at Guð hevur vitjað fólk sítt og á undurfullan hátt opinberað seg við Jesusi Kristi.
Hetta er boðskapurin, ið vit hava hoyrt ígjøgnum tíðirnar, og sum okkara tíð eisini hevur tikið eftir teimum, ið undan okkum hava prædikað henda sama boðskap, og sum vit eru teimum takksom fyri.
Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir!
Várs Harra Jesu Krists friður veri hjá okkum allar ævir! Guð troysti øll tey, sum sjúk og sorgarbundin eru, annaðhvørt tey eru nær ella fjar! Guð varðveiti kristni sína og alla kristna yvirvøld! Guð gevi okkum øllum frið og sælu! Amen.
Latum okkum reisast og áðrenn apostólsku heilsanina minnast Axel Tórgarð við tøkk og virðing.
Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við okkum øllum. Amen.
Uni Næs, Fólkakirkjan
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald