Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 20. mai 2023 | Nr. 20 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Væleydnað litrenning í Havn

SíÐa 24

1 Leygardagur 20. mai 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Orð um orð

Vit vóru vitni til eitt sera undarligt fyri ikki at siga groteskt orðaskifti á løgtingi hesa vikuna í sambandi við broytingarnar um at kvinnuligir limir á løgtingi og í landsstýri nú skulu fáa starvsheiti við orðinum ‘kvinna’ heft afturat ístaðin fyri ‘maður’.

Tað var upp á tíðina at hetta endiliga varð gjørt.

Men tað var ikki hetta, sum var tað groteska í politisku viðgerðini, tí nú vísti tað seg, at tað er full semja á tingi, at løgtingskvinnur, landsstýriskvinnur, løgtingsforkvinnur og enntá løgkvinnur skulu sleppa at kalla seg so.

Jamen, hví hava vit so bíða so leingi? Vit hava hóast alt havt kvinnur sitandi á løgtingi í 45 ár ella so – og øll hesi ár verið kallaðar menn.

Fyrr hevur kjakið snúð seg um, at heitið ‘maður’ er galdandi fyri bæði kynini, fyri bæði kall- og kvennmenn, og tí var ongin orsøk at broyta gamlan sið.

Soleiðis var tað – tíbetur – ikki hesaferð.

Nei nú var trupulleikin, at formansskapurin í samráð við málmyndugleikar eisini mælti til, at finna eitt felagsheiti fyri teir persónar, ið sita á tingi ella eru vald í landsstýri. Her var mælt til at brúka orðið tingfólk ella landsstýrisfólk.

Og tað var orðið ‘fólk’ ið fall miðflokkamonnum og enntá fólka-floksmonnum, fyri bróstið. Hetta kundi als ikki góðtakast. Starvsheitið skuldi vera antin -kvinna ella -maður, tí við at brúka heitið ‘fólk’, vórðu kynini tikin burtur úr lógini. Hesi vildu hava staðfest í lógina, at starvsheitið einans kundi vera maður ella kvinna, tí heitið ‘fólk’ kann fatast sum okkurt annað enn maður og/ella kvinna.

Hesin hugburður vann ikki frama, og gott tað sama. Men ávísur vandi er fyri, at málið ikki er slept enn. Broytingin í Stýrisskipanarlógini er ikki galdandi fyrr enn hon er samtykt av einum nýggjum tingi eisini. Vónandi hava hesar kreftirnar til ta tíð vant seg við at brúka nýggju heitini, og ikki fara at gera tey til ein stríðsspurning í sambandi við komandi løgtingsval í eini roynd at fáa lógina ‘bakkaða aftur’.

Í hesi viðgerðini er tað eisini gott at síggja, at okkara málsligu myndugleikar eru sinnaðir at mæla til málsligar broytingar tá skrivaða málið ikki longur fylgir tørvinum, sum tíðin hevur við sær.

Sjálvandi vilja kvinnur ikki vera kallaðar menn, og argumentið um at íslendingar gera tað, er ikki nóg gott til ikki at kunna broyta tað. Tí hevði verið áhugavert, um málsligu myndugleikarnir fóru undir eina gjøgnumgangandi endurmeting av málinum. Funnu tey orð, sum gera mismun millum kynini, og komu við uppskotum til, hvussu vit heldur kundu sagt.

Eitt nú orðini, har mansheitið er atknýtt. Er tað í lagi at ‘manna’ eina nevnd ella ein bát, tá talan eisini er um at velja kvinnur. Hvussu við nógv brúktum orðum, sum ‘formansskapur’, ‘mannarættindi’, ‘mannamúgva’, ‘mannagongd’, ‘mannakor’, ‘mannaminni’, ‘mannamunur’, ‘mansskaði’, ‘manntal’? Ja, orðini hava verið nógv, ið eru komin fram hesar seinastu dagarnar.

Sjálvandi kunnu hesi orð ikki broytast frá degi til dags, og heldur ikki er vist, at neyðugt er at broyta øll orðini har ‘maður’ verður brúkt í týdninginum menniskja. Men tað átti at verið áhugin hjá málmyndugleikunum at vakt eitt kjak til lívs.

Á einum øki átt málmyndugleikin at komi við eini broyting her og nú. Tá vit heima nú – endiliga – hava fingið landsstýriskvinnur, so áttu vit eisini at broytt heitið hjá teirra medsystrunum, sum sita í stjórni í øðrum londum, har tey brúka orðið ‘ministari’, sum á føroyroyskum verður týtt til ráðharri. Eitt er at kvinnur hava verið kallaðar við mansheiti, men at kalla tær ‘harri’ hoyrir so ongastaðni heima.

Latið okkum finna eitt kynsneutralt orð fyri ministara sum skjótast.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2294

    Lisnar síður: 7991

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 20. mai 2023

Kvinnurnar koma nú við í lógartekstin

Miðflokkurin og partar av Fólkaflokkinum stríddust til tað síðsta móti at Ting- og Stýrisskipanin vórðu broytt. Góðtaka ikki, at kynini eru strikað, tá felagsheiti verður brúkt

Nú kunnu tær kalla seg landsstýriskvinna og løgtingsforkvinna (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Løgtingið samtykti mikudagin tær báðar lógirnar, sum geva møguleika fyri at broyta heitið á løgtings- og landsstýrislimum, so at tey ikki longur einans eru tiltalað við mansheiti.

Nú eru kvinnuligir løgtingslimir eisini løgtingskvinnur sambært lógartekstinum, eins og kvinnan, sum leiðir tingfundirnar, eisini er løgtingsforkvinna.

Eisini verða kvinnuligir landsstýrislimir kallaðir landsstýriskvinnur, eins og næsta kvinnan, ið verður vald til landsstýrisleiðara fær heitið løgkvinna.

Ein onnur broyting er, at felagsheitið fyri løgtings- og landsstýrislimir, nú verður løgtingsfólk og landsstýrisfólk.

Taka kynini burtur úr lógartekstinum

Miðflokkurin og partur av Fólkaflokkinum stríddust til tað síðsta at forða fyri, at hesar báðar lógarbroytingarnar í Tingskipan Føroya Løgtings og Stýrisskipan Føroya vórðu samtyktar.

Teirra mótmæli móti ætlaðu broytingini snúði seg ikki um, at heitið løgtingskvinna, landsstýriskvinna og løgkvinna verða førd inn í lógartekstin. Trupulleikin sambært teimum er, at tað nú verður brúkt eitt felagsheitið, tá limirnir í løgtingi og/ella landsstýrið verður brúkt.

Flokkarnir eru í móti, at tey nú verða umrødd sum løgtingsfólk og landsstýrisfólk, og at kynini harvið verða tikin burtur úr lógartekstinum. Helst av ótta fyri at hetta loyvir fleiri kynsheitum, ynsktu tey at bæði kynini verða nevnd í tekstinum, soleiðis, at sagt verður løgtingsmaður og løgtingskvinna heldur enn løgtingsfólk og landsstýrismaður og landsstyriskvinna heldur enn landsstýrisfólk.

Men meiriluti var ikki fyri hesum broytingaruppskotinum.

Skal samtykkjast aftur eftir løgtingsval

Uppskotið um at broyta Stýrisskipan Føroya varð at enda samtykt við 25 atkvøðum fyri og 6 ímóti. Ímóti atkvøddu teir báðir tingmenninir hjá Miðflokkinum og tingmenninir hjá Fólkaflokkinum. Jørgen Niclasen var ikki til staðar. Fólkaflokskvinnan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, atkvøddi fyri. Sum ein av næstforkvinnunum á tingi var hon sjálv við at leggja uppskotið fyri tingið.

Við tað, at talan er um eina broyting í Stýrisskipan Føroya, fær hon ikki tingið fyrr enn hon er samtykt einaferð afturat av einum nývaldum løgtingi.

Uppskotið um at broyta tingskipanina varð samtykt við 25 atkvøðum fyri og fimm ímóti. Her atkvøddi formaður Fólkafloksins, Beinir Johannesen, eisini fyri.

Henda broyting fær gildi, tá løgtingið verður sett aftur ólavsøkudag. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2023

3 Leygardagur 20. mai 2023

UNESCO-sáttmálin um mentanarligt margfeldi setast í gildi fyri Føroyar

– Mentanarpolitisk stevnumið um at verja og fremja mentanarliga margfeldið hava stóran týdning fyri livikor og virksemi hjá lista- og mentanarøkinum sum heild

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Løgtingið samtykti í farnu viku einmælt at seta Unesco-sáttmálan um verju og fremjan av mentanarligum margfeldi, sum varð samtyktur á aðalfundi í Unesco 20. oktober 2005, í gildi fyri Føroyar.

– Mentanarpolitisk stevnumið um at verja og fremja mentanarliga margfeldið hava stóran týdning fyri livikor og virksemi hjá lista- og mentanarøkinum sum heild, tað er tí at frøast um, at Føroyar taka undir við sáttmálanum, eins og flest øll lond í heiminum longu hava gjørt, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum.

Yvirskipaða endamálið við sáttmálanum er at tryggja londunum rættin at reka mentanarpolitikk í egnum landi, at verja mentanarliga margfeldið og ásanna týdningin, ið mentanarligt margfeldi hevur fyri grundleggjandi mannarættindi. Harafturat er endamálið at fremja mentanarligt samstarv tvørtur um landamørk og fremja samstarv og samhaldsfesti við menningarlond til gagns fyri alt heimssamfelagið.

Sáttmálin staðfestir rættindi, skyldur og møguleikar hjá pørtunum og vísir á, at mentanarligt virksemi, vørur og tænastur bera í sær samleika, virði og týdning, ið eru bæði mentanarlig og búskaparlig, og at atlit má takast at báðum.

Tiltøk, ið sáttmálapartarnir fremja, kunnu millum annað fevna um lóggávu á mentanarøkinum, vinnu- og tænastufremjandi tiltøk, stuðulskipanir, ið fremja margfeldi, til listafólk, miðlar og íverkseting. Sáttmálapartarnir verða eggjaðir til at skapa góðar umstøður og at stuðla skapandi virkseminum hjá listafólkum, og víst verður í hesum sambandi serliga á kvinnur, minnilutar og upprunafólk.

Sambært Unesco eru mentanarligu og kreativu vinnurnar millum skjótast vaksandi sektorar í heiminum. Mentanarligi sektorurin svarar fyri 6,1 prosent av heimsbúskapinum, og 30 milliónir fólk, serliga ung fólk, starvast innan økið. Víst verður eisini til heimsmálini, har mentanarligu og kreativu vinnurnar eru avgerandi fyri at røkka málunum um ein javnari alheims búskap.

Í dag hava 195 lond umframt ES tikið undir við Unesco-sáttmálanum. Undirtøka fyri UNESCO-sáttmálanum er harafturat ein fortreyt fyri limaskapi í ES-samstarvsætlanini Creative Europe 2021-2027, ið veitir stuðul til listaligar og mentanarligar verkætlanir umframt verkætlanir innan kreativar vinnur. Tað var føroyska UNESCO-nevndin, sum upprunaliga heitti á landsstýrið um at fáa Unesco-sáttmálan settan í gildi fyri fyri Føroyar.

Innihaldið í sáttmálanum er mentamál, men av tí at talan er um at Føroyar taka undir við einum altjóða sáttmála, heitti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, á Høgna Hoydal, landsstýrismann við uttanríkismálum, um at leggja uppskotið til samtyktar fyri Løgtingið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2023

4 Leygardagur 20. mai 2023

Klædnareglur benda á at mismunur verður gjørdur millum kyn

Javnstøðunevndin hevur sent út fráboðan um, at tað er í stríð við javnstøðulógina at gera mun á gentum og dreingjum, tá tað kemur til ásetingar um hvussu tey skulu vera ílatin

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Javnstøðunevndin ávarar nú um, at tað kann vera í stríð við javnstøðulógina at seta í verk klædnareglur eins og tær, sum Vestmanna skúli hevur sett í gildi eru í stríð við javnstøðulógina.

- Tað, sum hevur verið á breddanum um klædnareglur í fólkaskúlum seinastu tíðina, ber boð um, at tað framvegis er neyðugt at vísa á, at mismunur vegna kyn ikki er loyvdur, staðfestir Javnstøðunevndin í eini fráboðan, varð send út leygardagin.

- Tað er óheppið, um børn og ung í fólkaskúlanum verða áløgd reglur, ið eru orðaðar soleiðis, at tað kann setast spurnartekin við, um tað er munur á, hvat verður væntað av gentum og dreingjum, tí tað samsvarar ikki við grundleggjandi hugsjónum um javnvirði og javstøðu í dagsins samfelagi. Sama um hetta hevur verið tilætlað ella ikki, so hevur signalvirðið eisini týdning, og er hetta ein áminning um, at tað er týdningarmikið at hava javnstøðuperspektivið í huga, tá vit samskifta í øllum viðurskiftum og serliga, tá talan er um almennar stovnar, sum varða av børnum og ungum, skrivar nevndin víðari. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2023

5

Størv

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024
6 Leygardagur 20. mai 2023

Útflutningurin til Russlands heldur støðið

Samlaði føroyski útflutningurin hækkaði 1,8 milliardir seinasta 12-mánaðaskeiðið

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyar útflyta framvegis fyri áleið 230 milliónir krónur um mánaðin til Russlands. Tað vísir nýggjasta uppgerðin yvir útflutningin, sum Hagstovan hevur gjørt.

Útflutningurin til Russlands minkaði nógv í fjør, sum avleiðing av, at landið gjørdi innrás í grannalandið Ukraina.

Í apríl í fjør nærkaðist útflutningurin null, men síðan er hann spakuliga øktur, so at hann nærkast støðinum, sum var undan innrásina. Í mars 2023 útfluttu vit fyri 230,1 milliónir krónur til Russlands. Hetta var eitt sindur minni enn í februar mánaði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp. Í mars var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 144,9 milliónir krónur. Hetta er nakað hægri enn mars mánaðir undanfarin ár.

Hækkaði 1,8 milliardir tilsamans

Útflutningurin av fiskavørum sum heild hækkaði 1,8 milliardir krónur í 12-mánaðarskeiðið frá apríl 2022 til mars 2023 samanborið við undanfarna skeið, vísir uppgerðin hjá Hagstovuni.

Uppgerðin vísir, at virðið vaks fyri øll fiskasløg uttan sild, meðan nøgdin samlað minkaði 5 prosent.

Útflutningur av laksi vaks við 712 milliónum krónum ella 15 prosent. Men nøgdin minkaði góð 11.000 tons ella 14 prosent.

Næststørsti vøkstur er ‘annar fiskur’. Hetta er fyri tað mesta fiskamjøl og fóður tilgjørt úr ymsum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 690 milliónir krónur, ella 48 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 19 prosent.

Útflutningurin av makreli vaks 152 milliónir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 13 prosent. Nøgdin minkaði 7 prosent. 

Prísurin á toski og upsa heldur fram at vaksa, meðan prísurin á hýsu hevur verið tann sami síðani summarið 2022.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Talvan omanfyri vísir útflutningin í virði. Í nøgd síggja tølini soleiðis út:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Sum sæst á myndini niðanfyri, sveiggjar útflutningurin av uppsjóvarfiski nógv og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vørubólkurin ‘aðrar vørur’ fevnir fyri tað mesta um sølu av olju til russisk skip, ið leggja til kei í Føroyum.

Í mars var útflutt fyri 26,9 milliónir krónur av øðrum vørum. Hetta er vanligt fyri mars mánað. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2023

7 Leygardagur 20. mai 2023

Innflutningurin vaksin 2,6 milliardir upp á eitt ár

Men innflutningurin fyri mars bendir á, at ógvusligi vøksturin kann vera støðgaður upp

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2022 til mars 2023 var 12,7 milliardir krónur. Tað eru 2,6 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.

Innflutningurin minkaði hinvegin 164 milliónir krónur í mars í ár, samanborið við mars í fjør.

Hetta bendir á, at stóru vøksturin í innflutninginum, seinasta árið er við at steðga upp, skrivar Hagstovan á netinum.

Herundir sæst føroyski innflutningurin hetta seinasta 12 mánaðaskeiðið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Innflutningurin av brennievni er vaksin 855 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri.

Innflutningurin 'til hav- og landbúnað' er vaksin 293 milliónir krónur ella 46 prosent. Hetta er fyri tað mesta alifóður. Hækkingin í innflutninginum 'til aðra framleiðslu', stavar fyri ein part frá vaksandi innflutningi av heilivági. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2023

8
Leygardagur 20. mai 2023

Vónin: Gongdin í 2022 var nøktandi

Úrslitið hjá samtakinum fyri 2022 bleiv 54 miólliónir krónur, samanborið við 52 milliónir í 2021

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Gongdin hjá Vónin samtakinum í 2022 var nøktandi. Úrslitið hjá samtakinum fyri 2022 bleiv 54 milliónir krónur, samanborið við 52 milliónir krónur í 2021.

Søluframgongdin frá 2021 til 2022 var ein øking á 68 milliónir krónur, frá 535 milliónum til 603 milliónir krónur.

Hóast sølan øktist munandi hjá samtakinum, var framgongdin í úrslitinum væl minni. Orsøkin til hesa avmarkaðu framgongd vóru øktar lønarútreiðslur, kostnaðarstigið fyri tilfar er hækkað og inflatiónin hevur ávirkað rakstur felagsins.

Framvegis er sølan til marknaðir uttan fyri Føroyar vaksandi. Í 2022 vóru næstan 3/4 av samlaðu søluni hjá samtakinum til marknaðir uttan fyri Føroyar. Sølan til alivinnuna var meira enn ein triðingur av samlaðu søluni, og kemur væntandi at vaksa enn meira komandi árini.

Vónin samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Danmark, Noregi, Litava og nýliga eisini í Skotlandi. Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein deild við Norðskála til alivinnuna, ein deild í Fuglafirði til uppisjóvarvinnuna og ein deild í Tórshavn til botn- og rækjutrolsvinnuna.

Fyri at varðveita eina framkomna og umhvørvisvinarliga tænastu til kundar í alivinnuni, verður eitt nýtt barki- og turkihús tikið í nýtslu seinni í ár við Norðskála. Harumframt verður ein nýggj tænastustøð bygd á Isle of Skye í Skotlandi, ið verður tikin í nýtslu í komandi ár. Í norður Noregi hevur felagið, Vónin Refa, longu bygt eina nýmótans tænastustøð til alivinnuna, ið bjóðar hesar somu tænastur.

Nýhugsan og menning er nakað ið Vónin raðfestir. M.a. kann nevnast at Vónin er í gongd við at menna nýmótans trollemmar, ið kunnu stýrast frá brúnni. Hesir gløggu trollemmar gera tað lættari hjá skiparunum at fiska, tí teir tillaga seg til umstøðurnar í sjónum eftir boðum. Eftir ætlan verða trollemmarnir klárir í ár.

Í 2022 var fyrsta árið, har Vónin samtakið arbeiddi miðvíst við at endurvinna trol, nótir og alinótir fyri at fyribyrgja, at tilfarið fer til tyrvingar ella brenning. Í árinum, megnaði Vónin í Føroyum at senda 337 tons av nylon tilfari og 19 tons av plastik tilfari til endurvinningar. Fyri Vónin samtakið bleiv 1.060 tons av Nylon og plastik tilfari sent til endurvinningar.

Fyri 2022 var miðaltalið á starvsfólkum hjá samtakinum 434. Har av starvast 99 av teimum í Føroyum.

Vónin samtakið er veitari til fiski- og alivinnuna. Fiskivinnuútgerð fevnir um pelagisk og semipelagisk trol, botn- og rækjutrol, nótir, skiljiristir, trollemmar, rúsur osfr.
Til alivinnuna eru veitingarnar, framleiðsla og søla av nótum, akkersskipanir, fuglanet eins og vasking og umvælingar av nótum osfr. Til aðrar vinnur selur Vónin veirar, ketur, tog, net, lyftiútgerð o.a.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2023

9 Leygardagur 20. mai 2023

Sansir fekk gull og bronsu fyri serliga listaverkætlan

Átakið “ART-ificial intelligense” har tað við vitleika bar til at síggja hvussu Føroyar kundu verið málaðar av heimskendum søguligum listamálarum, varð heiðrað á Danish Digital Awards

Stór frøi á føroyingum, tá tey fingu gull í Keypmannahavn. Marta Káradóttir og Olivia Døgg Fríðfinnsdóttir frá Visit Faroe Islands, og Tór Verland Johansen og Bogi Henriksen frá Sansum
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Undanfarna fríggjakvøld varð átakið “ART-ificial intelligence” heiðrað á Danish Digital Award við tveimum heiðurslønum. Ávíkavist gull í “Public Sector and Government – Campaigns” og bronsa í “Digital Activation by The Unicorn”.

Átakið, sum føroyska lýsingastovan Sansir gjørdi saman við donsku Mensch í tøttum samstarvi við Visit Faroe Islands, fevndi millum annað um eina forkunnuga AI-listaframsýning á Listasavni Føroya, har til bar at síggja hvussu Van Gogh, Picasso, Michelangelo, Rembrandt og aðrir heimskendir listamálarar kanska høvdu málað Føroyar, um teir høvdu havt møguleikan.

Meira um framsýningina her: Tilgjørdar myndir á Listasavninum

Hóast eingin av hesum listamálarunum eru á lívi í dag og ongantíð hava verið í Føroyum, kann man við teldu og við tilgjørdum vitleika (artificial intelligence - AI) skapa myndir, har tilgjørdi vitleikin "tulkar" hvussu ein mynd av Føroyum hevði kunnað sæð út, um ein av hesum kendu listamálarunum hevði málað hana.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2023

10
Leygardagur 20. mai 2023

Nógv norðhavssild at síggja

Týsdagin 16. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Havstovan skrivar, at sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum

Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá Jákup Sverra, sum í ár var væl norðari enn undanfarin ár (Mynd: hav.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsdagin 16. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri.

Havstovan skrivar út frá túrinum, at tað stendur væl til við sildini.

- Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá Jákup Sverra, sum í ár var væl norðari enn undanfarin ár. Tað var einans inn móti íslendska landgrunninum og í útnyrðingshorninum og landsynningshorninum av kanningarøkinum at lítið var at síggja. Aldursgreiningin av sildini vísir, at tað enn er 2016 árgangurin sum er bulurin í vaksna stovninum.

Svartkjaftur var at síggja í eystasta partinum av kanningarøkinum, har sjógvurin eisini er lutfalsliga heitari enn vestanfyri. Meirilutin av svartkjaftinum vóru 2 og 3 ára gamlir, skrivar hav.fo.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Bretlandi. Skipini úr Danmark, Noregi og Íslandi eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum.

- Samlaða nøgdin av norðhavssild frá øllum rannsóknarskipunum, verður roknað á fundi um hálvan juni.

Øll túrfrágreiðingin kann síggjast her

[object Object]
Mynd: Havstova Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2023

11 Leygardagur 20. mai 2023

Ferðsluljós oman ímóti Tjørnuvík tikin í nýtslu aftur í summar

Frá 1. juni verður sama skipan nýtt sum í fjør, og hon verður eisini betri í mun til bíðitíð.

- Sum nakað eyka í ár verður klokka sett á ferðsluljósini. Hetta merkir, at bíðitíðin í mesta lagi verður 5 minuttir og 12 sekund. Hetta er nærum helvtin av bíðitíðini síðsta summar. (Mynd: sunda.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Aftur í ár fer Landsverk, í samráð við Sunda kommunu, at seta ferðsluljós upp í Líðini oman móti Tjørnuvík.

Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari. Staðfest verður, at skipanin verður tikin í nýtslu aftur 1. juni, um tað gongst sum ætlað.

Ferðsluljós vórðu sett upp í Líðini síðsta summar. Hetta fyri at fáa ferðsluna til og frá Tjørnuvík at glíða betri, og fyri at tað slepst undan mótkoyrandi ferðslu á smala strekkinum. 

Tað hava verið ávísir trupulleikar við vegastrekkinum; millum annað um summarið tá nógv ferðafólk og onnur koma til bygdina.  Sunda kommuna boðar frá, at skipanin við ferðsluljósinum skal vera betri í ár:

- Sum nakað eyka í ár verður klokka sett á ferðsluljósini. Hetta merkir, at bíðitíðin í mesta lagi verður 5 minuttir og 12 sekund. Hetta er nærum helvtin av bíðitíðini síðsta summar. 








Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2023

12 Leygardagur 20. mai 2023

Sunda kommuna tekur fet á grønu leiðini

Vinnu- og umhvørvisnevndin samtykti í vikuni, at sjey bygningar skulu umleggjast til grøna orku, umframt at tvær løðistøðir afturat skulu setast upp

Samtykt er at seta aðra løðistøðina upp í Hósvík og hina á handilsøkið við Norðskála (Mynd: sunda.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í hesari vikuni hava tvær samtyktir verið í Sunda kommunu, ið skulu vera við at syrgja fyri, at kommunan gerst grønari.

Tað er vinnu- og umhvørvisnevndin, sum hevur samtykt eina umlegging av sjey bygningum, og at tvær løðistøðir afturat skulu setast upp. Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari

- Vinnu- og umhvørvisnevndin samtykti á fundi týsdagin 16. mai, at taka av tilboði frá Pf. Mariu Poulsen & CO. og sostatt byrja arbeiðið at leggja bygningar í Sunda kommunu um til grøna orku.

Talan er um umlegging av sjey bygningum í ár. Hetta til ávikavist jarðhita, luft-til-vatn hitapumpu og luft-til-luft hitapumpu.

Á fundinum 16. mai varð eisini avgjørt taka av tilboðnum frá Spf. Elcon at seta tvær løðistøðir upp afturat í Sunda kommunu.

Samtykt er at seta aðra løðistøðina upp í Hósvík og hina á handilsøkið við Norðskála, skrivar sunda.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2023

13 Leygardagur 20. mai 2023

Nýggi Ziska komin til Klaksvíkar

Norðoya bjargingarfelag hevur fingið nýggjan bjargingarbát

(Mynd: Janus Hansen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Nýggi bjargingarbáturin hjá Norðoya Bjargingarfelag kom á Klaksvík um middagsleitið leygardagin.

Nýggi Ziska, sum er bygdur í Noregi í 1986, er 19,61 metrar til longdar og 5,70 metrar breiður. Talan er um norska bjargingarbátin, við navninum Skomvær III.

Á ferðini úr Noregi til Føroyar, legði Ziska inn í Lerwick í Hetlandi.

[object Object](Mynd: Janus Hansen)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2023

14 Leygardagur 20. mai 2023

29 tilflytarar lokið prógv í føroyskum sum annaðmál

Í løtuni eru átta flokkar tilsamans - fleiri av teimum stendur Tórshavnar Kvøldskúla fyri

Føroyskt sum annaðmál er í trimum stigum, og onkur næmingur hevur megnað tað avrik at standa próvtøkurnar á øllum trimum stigum eftir bara hálvum ári (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týsdagin høvdu 29 tilflytarar í trimum flokkum lokið prógv á Tórshavnar Kvøldskúla í føroyskum sum annaðmál. Tað varð hátíðarhildið á hugnaligari samkomu, skrivar Tórshavnar kommuna. 

Helena Dam á Neystabø, fulltrúi í barna- og undirvísingarmálaráðnum, helt røðu. Har legði hon dent á týdningin av máli og mentan men eisini búgving og útbúgving, sum er varandi alt lívið.

[object Object]
Helena Dam á Neystabø (Mynd: torshavn.fo)

Føroyskt sum annaðmál er í trimum stigum, og onkur næmingur hevur megnað tað avrik at standa próvtøkurnar á øllum trimum stigum eftir bara hálvum ári, skrivar torshavn.fo

Tórshavnar Kvøldskúli hevur í fleiri ár skipað fyri undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og í løtuni er talan um átta flokkar tilsamans. Tríggir eru í Havn, tveir í Sørvági og so eru tríggir móttøkuflokkar. Ein móttøkuflokkur er fyri børn, ein fyri børn úr Ukraina og ein fyri vaksin úr Ukraina. Myndir av teimum, ið fingu prógv í dag, síggjast niðast.

Undirvísarar hava verið Vár Hansen, Jóna Kristin Thomsen og Petra Olsen. Haraftrat hava Bergljót av Skarði, Bernhardina Klein og Petra Gregersen verið avloysarar og hava undirvíst í nakrar tímar, og Heidi Winther Egholm hevur undirvíst ukrainsku móttøkuflokkunum. Tað var Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla, sum handaði prógvini.

[object Object]
Jógvan Sørin Hansen (Mynd: torshavn.fo)

[object Object]
[object Object]

[object Object]
Myndir: torshavn.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2023

15 Leygardagur 20. mai 2023

Føroyskt whisky brennarí virðismett til 150 milliónir krónur

Ein skjótt vaksandi eftirspurningur, kostnaðarmikil byrjan og serstøk føroysk frábrigdi eru sambært Dániali Hoydal grundgevingarnar fyri høgu virðismetingini av unga føroyska brennaríinum, sum væntast at selja fyrstu whiskyfløskurnar í 2026

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Dánial Hoydal er stjóri og ein av stovnarunum av fyritøkuni Faer Isles Distillery, sum í fjør lat dyrnar upp á brennaríinum í Vestmanna og fór undir framleiðslu av whisky fyrr í ár.

Í sendingini Búskapur & Vinna á Rás 1 í Televarpinum mikukvøldið er Dánial gestur, har hann millum annað avdúkaðr, at unga íverksetarafyritøkan í næstum fer at bjóða partabrøv til almenningin.

[object Object]Dánial Hoydal, stjóri í Faer Isles Distillery, er gestur í sendingini Búskapur & Vinna, har búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum er vertur

Lítla føroyska fyritøkan, ið byggir sæti beint omanfyri í Kvívík, hevur allan heimin sum marknað fyri sínum vørum, men byrjaði bókstaviliga á berum fyri bert trimum árum síðani, tá fyrstu tekningarnar til nýggja destillaríið blivu kunngjørdar. Íløgur eru nú gjørdar fyri yvir 40 milliónir krónur í bygningar, útgerð og vørugoymslu. Ginn, vodka og akvavitt eru á vøruhyllini nú, og fyrr í ár bleiv framleiðslan av whisky eisini sett í gongd.

Hóast fyritøkan hevur til góðar at selja sínar fyrstu fløskur av whisky, tá whiskyframleiðsla tekur í minsta lagið trý ár, hevur leiðslan í fyritøkuni virðismett seg sjálva til heili 150 milliónir krónur.

Hetta framgongur av kunningartilfari, sum leiðslan hevur gjørt í sambandi við, at fyritøkan í næstum fer at bjóða verandi og nýggjum partaeigarum at teknað partapening. Partabrøv fyri upp til 15 milliónir krónur skulu seljast, svarandi til 10 prosent av fyritøkuni. Av tí at partabrøvini verða boðin út alment skal prospekt gerast, ið skal undangóðkennast av danska fíggjareftirlitinum. Tann tilgongdin er í gongd.

Í sendingini undrast Johnny í Grótinum, vertur, yvir høgu virðismetingina av Faer Isles Distillery á 150 milliónir krónur. Dánial Hoydal vísir á skjótt vaksandi eftirspurningin eftir hágóðsku whisky og sereyðkennini við føroyskum whisky lagrað í føroyska opnahjallinum, sum nakrar av grundgevingunum fyri høgu sølutølunum, sum liggja til grund fyri høgu virðismetingini av felagnum.

Longu í ár roknar fyritøkan við yvirskoti grundað á søluna av hinum vørunum og whisky á tunnu.

Nevndarformaður í Faer Isles Distillery er navnframi íverksetin Heini Zachariassen, stovnari og fyrrverandi stjóri í Vivino, sum stendur fyri heimsins mest brúktu vín-app. Bogi Karbech Mouritsen stovnaði saman við Dániali Hoydal fyritøkuna Faer Isles Distillery fyri nøkrum árum síðani, tá hann eisini bleiv fyrsta starvsfólki í fyritøkuni, sum helt til í Hugskotinum í Havn fyrstu tíðina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2023

16 Leygardagur 20. mai 2023

NASA-átak fyri at fremja náttúruvísindi og tøkni í Føroyum

Himmalin er ikki markið fyri, hvat ber til, segði Andrew J. Feustel, NASA-astronautur millum annað til framløgurnar á Glasi og í Løkshøll

Hans Pauli Joensen, dekanur á Fróðskaparsetrinum, Andrew J. Feustel, NASA-astronautur, og Jari í Hjøllum, ph.d. og útbúgvingarleiðari á Náttúruvísindadeildini á Setrinum (Mynd: setur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í síðstu viku vóru rúmdargransking og rúmdarferðir á breddanum, tá NASA kom á vitjan í Føroyum. Fyri Náttúruvísindadeildina á Setrinum var tað frálíkt høvi til at kveikja áhugan fyri hægri náttúruvísindaligum og tøkniligum útbúgvingum.

Tey mongu ungu, sum viku sóu framløguna hjá Andrew J. Feustel, NASA-astronauti, og prátaðu við hann bæði á Fróðskaparsetrinum, á Glasir og í Løkshøll í Runavík, fingu at vita, at "himmalin er ikki markið" fyri, hvat ber til. 

NASA-astronauturin legði dent á, at spennandi arbeiðið við rúmdartøkni og rúmdarferðum bæði krevur fólk, sum duga væl til hendurnar, og fólk, sum hava aðrar hægri universitetsútbúgvingar.

- Nú næmingarnir her skulu taka avgerð um framtíðar lestrarleiðina, hevur tað týdning at greiða teimum frá tí týdninginum, sum ikki bara tekniskir førleikar hava, men eisini hægri náttúruvísindaligar útbúgvingar og sokallaðu STEM-fakini, segði Feustel við Dag og Viku.

Fleiri av næmingunum søgdu seg hava fingið góðan íblástur og onkur eisini vissu um, at ein útbúgving í astro-fysikki var tað rætta fyri seg.

Tørvur á verkfrøðingum og náttúruvísindafólki

Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini, bjóðaði vælkomin á tiltøkinum í Kongshøll og á Glasir. Hann legði somuleiðis dent á tann ovurstóra tørv, sum er á góðum verkfrøðingum og fólki við hægri náttúruvísindaligum útbúgvingum. Eisini nýtti hann høvi til at siga eitt sindur um tær útbúgvingarnar, sum Setrið hevur til tey ungu, sum kanska vilja tann vegin.

- Í summar kunnu tit søkja um lestrarpláss á Náttúruvísindadeildini til bachelor í KT-verkfrøði ella verkfrøði, har lesandi velja millum Maskinfrøði, Byggi-, Orku- ella El-verkfrøði, umframt at ein kann lesa master í Dátuvísindum ella taka  diplomútbúgving í Web-menning, sum kann takast sum parttíðarlestur.

Næsta ár verður aftur upptøka á bachelor í lívfrøði og mýlalívsvísingum á Náttúruvísindadeildini, har tær útbúgvingarnar verða bodnar út annaðhvørt ár.

[object Object]
(Myndir: Fróðskaparsetur Føroya)

Men hesar dagarnar snúði tað seg um rúmdina og ta gransking, sum verður gjørd í tí sambandinum, og tað legði Hans Pauli Joensen sjálvandi dent á.

- Rúmdargransking byggir grundleggjandi á neyvt samstarv millum verkfrøðingar og náttúruvísindafólk. Sum tit vita, sveimar ein røð av satelittum kring Jørðina, sum geva vitan um mong viðurskifti á Jørðini, t.d. veðrið, og sum eitt nú gera tað møguligt at fáa internetsamband til fjarskotin pláss á Jørðini. Hetta hevði ikki borið til uttan góðar verkfrøðingar og góð náttúruvísindafólk, segði Hans Pauli

Aftaná komu teir báðar føroysku granskararnar, sum vóru við Andrew J. Feustel á NASA-tiltakinum, Uni Árting frá Jarðfeingi og David Arge Klevang Pedersen frá DTU Space.

[object Object]
Uni Árting leggur fram 

[object Object]
Og David Arge Klevang Pedersen (Myndir: setur.fo)

Til ber at síggja fleiri myndir og lesa meira á setur.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2023

17 Leygardagur 20. mai 2023

Landsinnsavnan hjá Bláa Krossi verður í dag

Allur peningurin í ár fer óskerdur til fyribyrgingararbeiði millum børn og ung í Føroyum við verkætlanunum "Títt Rúm" og "Liv Lívið"

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag, 20. mai, hevur Blái Krossur Føroya sína árligu landsinnsavnan. Allur peningurin í ár fer óskerdur til fyribyrgingararbeiði millum børn og ung í Føroyum við verkætlanunum ‘Títt Rúm’ og ‘Liv Lívið’.

Bússur verða bornar inn í øll hús kring landið, umframt at møguleiki er at lata gávu á heimasíðuni blakross.fo ella við at ringja á tlf. 905610 fyri at lata 150 krónur.

- Vit síggja ein stóran tørv á at hjálpa familjum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum, og at arbeiða fyribyrgjandi, so at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi. Hesar báðar verkætlanirnar hava gjørt ein stóran mun fyri nógv børn, ung og familjur. Vit eru takksom fyri allan stuðul og vóna, at Føroya fólk tekur væl ímóti okkara bússuberum leygardagin og vil hjálpa okkum at hjálpa fleiri børnum, ungum og familjum, sigur Edva Jacobsen, aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya

Títt Rúm

Títt Rúm er eitt ókeypis lágáttar tilboð til øll í aldrinum upp til 35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum, og familjur teirra. Títt Rúm bjóðar bólka- og einstaklingasamrøður, umframt foreldra- og familjusamrøður.

Nakað av tí, vit hoyra frá teimum, sum hava verið í bólki:

Ein genta sum er 14 ár:

- Tað var ræðuligt allatíðina at goyma, at babba drakk.

Ein drongur, sum er 10 ár, sigur:

- Eg fann útav, at tað eri ikki bara eg.

Og ein genta, ið er 19 ár:

- At møta øðrum, sum eru í líknandi støðu, hevur gjørt, at eg ikki kenni meg so einsamalla meira, og eg skilji nú, at tað ikki er mín skyld, at mamma drekkur.

Liv Lívið

Verkætlanin Liv Lívið arbeiðir við at fyribyrgja, at ung fáa trupulleikar av rúsevnum og rúsdrekka. Hetta gera vit við at broyta hugburðin hjá vaksnum og ungum um, at ung rúsa seg. 

Nógv kenna eitt trýst til at rúsa seg, men vit ynskja at taka hetta trýstið burtur og at tað skal vera okay at siga nei, um ein ikki hevur hug. Eisini ynskja vit at fyribyrgja, at ung koma út fyri keðiligum hendingum orsakað av rúsi, og at ung gerast bundin at rúsevnum ella rúsdrekka.

Árliga landsinnsavnanin er ein týdningarmikil liður í at fíggja fyribyrgingararbeiðinum hjá Bláa Krossi Føroya, sum í stóran mun er borið av gávum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2023

18 Leygardagur 20. mai 2023

Bara íslendingar sum vildu hava Reiley víðari

Reiley og Danmark fingu bara stig frá Íslandi í hálvfinaluni hósdagin, og vóru rættiliga langt frá einum finaluplássi í Eurovision

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Reiley og Danmark vóru langt frá einum finaluplássi í Eurovision.

Fyrireikararnir av Eurovision kunngjørdu sunnudagin atkvøðutølini fyri hálvfinalurnar sum vóru týsdagin og hósdagin í undanfarnu viku, og tølini vísa, at lítið var at heinta. Tað skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.

25 ára gamli Rani Petersen við lagnum "Breaking My Heart" fekk bara seks stig, og øll komu frá sjónvarpshyggjarum í Íslandi.

Harvið endaði Danmark á einum 14. plássi av tilsamans 16 londum. Bara Rumenia og San Marino fingu færri atkvøður enn Danmark.

Landið sum endaði á tíggjunda plássi, Estland, og sum var nokk til at koma víðari, fekk 74 stig - altso 68 fleiri enn Reiley og Danmark.

Stóra finalan var leygarkvøldið, og tað bleiv favoritturin Loreen sum lagnum Tattoo, sum streyk avstað við sigrinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2023

19 Leygardagur 20. mai 2023

Málningurin av Jógvani á Lakjuni komin upp

Sámal Toftanes málaði málningin undir fyrru setuni hjá Jógvani

Jógvan á Lakjuni og Bjørt Samuelsen
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Málningur av Jógvani á Lakjuni, fyrrverandi løgtingsformanni, varð avdúkaður í  Løgtingshúsinum í farnu viku.

Listamaðurin Sámal Toftanes málaði málningin undir fyrru setuni hjá Jógvani, sum var árini 2015-2019. Jógvan var eisini tingformaður árini 2019-2022.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, skrivar soleiðis á sínum Facebook-vanga.

- Tað var ein hátíðarlig og hugnalig løta, har familjan hjá Jógvani, politikarar og starvsfólk í Løgtinginum komu saman. Eg segði nøkur orð, Bárður á Lakjuni sang og spældi nøkur løg og Jógvan helt eina takkarrøðu við hugleiðingum um eitt drúgt politiskt lív. Vit endaðu løtuna við at syngja "Boðar tú til allar tjóðir" eftir Jóannes Patursson.

Í Løgtinginum hanga málningar av teimum, sum verið hava tingformenn síðani Stýrisskipanarlógin varð samtykt í 1995.

[object Object]Jógvan á Lakjuni og Sámal Toftanes

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2023

20 Leygardagur 20. mai 2023

Føroyingar gjørdu um seg í Brighton

Væl eydnað luttøku á stóra showcase-festivalinum The Great Escape um vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Innsent

Ongantíð fyrr høvdu Føroyar havt so nógv fólk við á einum showcase-festivali av týdningi, sum á The Great Escape í Brighton farna vikuskiftið.

Føroysku nøvnini kláraðu seg væl. Tað var lagt merki til tey, bæði einsæris og sum heild.

- Eg eri satt at siga rættiliga errin av hvat vit kundu megna á ársins The Great Escape. Nú eru vit spendir upp á hvat hetta fer at geva av ringvirkningum upp á sikt, sigur Glenn Larsen, leiðari á føroysku tónleikaútflutningsstovuni, FMX.

Høgt føroyskt støði

Fríði Djurhuus, sum veruliga gjørdi vart við seg í fjør sum partur av Joe & the Shitboys, var eisini við á festivalinum í ár, sum umboð fyri FMX, og sigur soleiðis um upplivingarnar.

- Eg var til eina rúgvu av konsertum, og tað er fantastiskt at síggja, at støðið á teimum føroysku framførslunum var antin líka ella betri enn tað hjá teimum lokalu. Fleiri av teimum, ið vóru til konsertinar, arbeiddu í tónleikaídnaðinum, og tey lótu sera væl at og gjørdu sær tankar um at seta seg í samband við føroysku fólkini. Hetta fer at geva avkast, bæði til tey, sum framførdu, men eisini til føroyskan tónleik sum heild.

- Vit tóku fólk á bóli

Tað var bólkurin Aggrasoppar, sum dróg flest fólk til sína konsert. Tey siga soleiðis um teirra upplivingar:

– Vit í Aggrasoppum høvdu ein fantastiskan túr í Brighton. Onkrar heimasíður høvdu skrivað um okkum, at vit vóru ein av teimum bólkunum, sum mann skuldi koma at síggja, og tað merktu vit onkursvegna, tí áhugin var stórur. Fyrra konsertin var í einum lítlum sali, Waterbear, sum hevði pláss fyri umleið hundrað áskoðarum, og har var mestsum fullsett.

- Komikarar kalla slík støð eina "kill-box", tí umstøðurnar eru intimar og góðar at taka fólk á bóli, og eg haldi, mann kann siga, at vit gjørdu júst tað.

- Carl Jóhan Jensen var til staðar, og skrivar m.a. soleiðis á Facebook: "...tó eg loyvi mær at taka fram tað øgiligu kraftina Aggrasoppar hava á palli…eina sovorðna frumkraft…hon kann fáa grót at syngja og deyð at klappa…

…ella sum íspegilin limraði í tokinum á veg aftur til London…:

Jú, Aggrasoppar av øllum ber
Og eitt ørgrynni av ljóði ger,
Rytmur, orð og fynd
Ein alda djevulskynd,
Ið ógvar mangt pent á síni ferð.

…aggrast, so soppast..."

- Absolutely loved them

Seinna konsertin var á tí stóra uttandura pallinum á pulsæðragøtuni í býnum, Jubilee Street, har nógv vóru møtt upp, og fleiri løgdust eisini afturat so við og við. Vit hugnaðu okkum óført, og tað sást týðiliga á áskoðarunum, at tað gjørdu teir eisini.

Ein bretskur journalistur, Mark Stack, skrivar soleiðis um konsertina: "Yet again the Faroe Islands were strong. Last year it was Joe & The Shitboys bringing something different to the table, this year it was Aggrasoppar. Absolutely loved them." Hann sigur víðari, at the Shitboys skulu taka okkum við á næstu konsertferð í Onglandi, og tað tykist sum, at føroyskur tónleikur hevur fingið gott umdømi í Bretlandi.

Hini føroysku nøvnini, sum vóru við á The Great Escape vóru Marianna Winther, Frum, Jazzygold og Brimheim.

Herundir eru myndir av framførslunum hjá Aggrasoppum, Frum, Jazzygold og Mariannu Winther, sum Jamie MacMillan hevur tikið: 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2023

21 Leygardagur 20. mai 2023

Rimmar konsert í Kelduni í Skálafirði

Kristni amerikanski popp/rock bólkurin Unspoken vitjar í Føroyum síðst í mánaðinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikukvøldið 31. mai verður  samkomusalurin hjá Kelduni í Skálafirði karmur um eina rimmar konsert við sera vælumtókta amerikanska pop/rock bólkinum, Unspoken. 

Tað eru høvuðspersónarnir handan Fjarðafestivalin, sum hava fingið konsertina í lag, og sum hava fingið hetta stóra og vælkenda navnið innan kristnan modernaðan tónleik hendanvegin. 

Tónleikurin, ið bólkurin spælir, vendir sær til allar aldursbólkar, men eru teir serstakliga vælumtóktir ímillum yngri lurtarar.  Bólkurin gav út sítt fyrsta staklag í 2012, og hevur síðan havt fleiri útgávur, sum hava ligið ovast á kristnum topplistum í USA.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2023

22 Leygardagur 20. mai 2023

Reiley á Summar Festivalin

Havnarmaðurin, ið luttók í Eurovision í síðstu viku, skal fyri fyrstu ferð framføra á Vágsbøi í august

Stóra føroyska poppnavnið verður á størsta pallinum í Føroyum seinni í ár. Hetta hevur Summar Festivalurin í dag kunngjørt (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hann hevur verið í brennideplinum seinastu tíðina. 25-ára gamli Rani Petersen úr Tórshavn, við listanavninum Reiley, vann sær í februar pláss í Eurovision sangkappingini - hetta við at vinna danska Melodi Grand Prix'ið.

Tað var í síðstu viku, at Reiley framførdi á stóra pallinum í Liverpool og fyri heilt nógvum milliónum av sjónvarpshyggjarum. Tað eydnaðist ikki unga føroyingunum at koma í stóru finaluna.

Seinni í ár verða Eurovision-sangurin "Breaking My Heart", "Let It Ring" og hini hittini hjá Reiley at hoyra á Vágsbøi. Hesum boðar Summar Festivalurin frá í tíðindaskrivi.

- Poppsangarin Reiley er helst kendasti føroyski tónleikarin í løtuni. Hann hevur seinnu árini fingið risastóran fjepparaskara kring allan heimin, og luttøka hansara í heimsins størstu sangkapping, Eurovision, hevur givið honum umrøðu og umtalu, sum eingin føroyskur tónleikari áður hevur fingið.

Í hesi vikuni hevur Summar Festivalurin eisini kunngjørt, at country- og gospelsangarin, Magni Christiansen, ið er aktuellur við nýggjari útgávu, verður millum tey, ið upptraðka á Summar Festivalinum í Summar.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 3. til 5. august. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2023

23 Leygardagur 20. mai 2023

Við seglbáti á pall á G

Tónaskaldið og tónleikarin Yann Tiersen hevur samstarvað nógv við gøtumannin Ólav Jákupsson. Hann og konan búgva á oynni Ushant og G! er partur av tónleikaferð hjá teimum

Yann Tiersen og Quinquis búgva bæði á oynni Ushant vestan fyri Bretagne, og hava tilknýtti til føroyska tónleikaheimin. Syðrugøta er saman við millum annað Dublin og Liverpool partur av konsertferð teirra í summar
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

G! Festivalurin hevur í vikuni kunngjørt eitt heldur serstakt navn til skránna í juli. Talan er um ein fraklending, sum hevur eitt ávíst tilknýti til føroyskan tónleik.

- Yann Tiersen og Quinquis búgva bæði á oynni Ushant út fyri Bretagne við munnan til Ermarsund. Í summar leggja listafólkini úr landi við seglbáti sínum á eina konsertferð, har tey spæla í býum og bygdum í Írlandi, Wales, Skotlandi og Onglandi, ávegis á G! Festivalin.

Hjúnini hava ymiska tónleikabakgrund. Quinquis er listanavnið hjá Émilie Tiersen, sum er listakvinna, ið skapar sína egnu mentan og søgu, við modernaðan elektroniskan tónleik. Quinquis hevur, eins og maðurin, samstarvað við Ólav Jákupsson úr Gøtu.

Yann Tiersen hevur eisini samstarvað nógv við Ólav Jákupsson og Orka. Ólavur er ein teimum, sum var knýttur at Grót samtakinum í Gøtu og var áður forsangari og gjørdi sangir í bólkinum Gestir. 51-ára gamli Yann Tiersen hevur fjølbroyttar royndir í tónleikaheiminum og gjørdi millum annað filmtónleikinum til filmin Amélie, ið er spældur næstan eina milliard ferðir á Spotify.

Framførslan hjá hjúnunum á G! um tveir mánaðir er partur av konsertferð, ið varð kunngjørd í vikuni - sambært Tiersen hjúnunum ein konsertferð sum eingin onnur. 

Konsertir eru bókaðar í spælistøðum í Cork, Dublin, Belfast, Edinburgh, Bangor, Liverpool og í Gøtu. Í samstarvi við lokalar kreftir eru somuleiðis konsertir lagdar til rættis í kirkjum, pubbum, íbúðum, strondum og urtagørðum, um vindurin loyvir hesum. Ætlanin við hesum er at skapa eina nýggja uppliving fyri bæði áskoðarar og tónleikarar, stendur at enda í tíðindaskrivinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2023

24 Leygardagur 20. mai 2023

Væleydnað litrenning í Havn

Sett varð i gongd úti við gamla Velbastaðvegin stutt eftir middag farna leygardag. Og hóast nakað vátt, var lagið av tí allarbesta og tiltakið endaði sum eitt av teimum stuttligastu nakrantíð av slagnum

(Mynd: Tórshavnar kommun)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Borgarstjórin var mitt í rokanum og fekk tríggjar minuttir til at heilsa fjøldini. Hann greiddi stutt frá, at orsøkin til, at vit hava eina litrenning í Havn er, at ein partur av útbúgvingini innan tænastubúskap á Glasi er at læra at skipa fyri stórum tiltøkum frá byrjan til enda.

Tí kom hugskotið til at skipa fyri Colour Run í Føroyum, sum er roynt í øðrum londum. Tí vilja vit menna Føroyar sum ferðavinnuland og økja um tænastustøðið, er neyðugt at útbúgva fólk á einum høgum støði í tøttum samstarvi við vinnuna.

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2023

25 Leygardagur 20. mai 2023

Við øðrum eygum - heiðursframsýning fyri Tummas Jákupi Thomsen

Tað eru vinfólk og fjepparar, sum hava valt, hvussu framsýningin í Hæddini í Saltangará sær út

Heitið á framsýningini sipar millum annað til eyðkenda surrealistiska stílin hjá listamanninum (Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Í sambandi við at listamaðurin Tummas Jákup Thomsen fylti seksti í fjør, tóku nøkur vinfólk og fjepparar, stig til at skipa fyri einari serligari heiðursframsýning, sum fagnar fjølbroytta avrikinum hjá sermerkta listamanninum úr Norðragøtu.

Í gjár lat so upp serstøk framsýning í Hæddini í Saltangará. "Við øðrum eygum" er heitið.

- Heitið á framsýningini sipar bæði til eyðkenda surrealistiska stílin hjá listamanninum – tað, at hann sýnir okkum heimin “við øðrum eygum”, men spælir samstundis við tann dupulta týdningin, sum kann liggja í, at vit á føroyskum ikki hoyra mun á “øðrum” og “ørum,” og at vit kanska mangan eru skjót at síggja “tað øðrvísi” sum “ørt”.

Til hesa heiðursframsýningi eru tað onnur enn Tummas Jákup sjálvur, sum velja út og heingja upp. Tað verður eisini høvi at síggja og keypa nýggjari verk hjá Tummasi, umframt at fyriskipararnir sýna úrval av myndum í serligari “fjepparasalon”.

[object Object]

[object Object]
Myndir: eysturkommuna.fo

Framsýningin er í hølunum hjá arbeiðsmannafelagnum Hæddini í Saltangará. Hesi hølini eru fyri kortum lagaði til at kunna hýsa listaframsýningum, og á Mentanarvikuni herfyri vístu tey seg at hóska sera væl til endamálið, skrivar eysturkommuna.fo.

Opið fram til 1. juni, allar dagar millum 16-18 og annars eftir avtalu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2023

26 Leygardagur 20. mai 2023

Kári Svensson gongur nýggjar leiðir

Á nýggju framsýning hansara í Gallarí Havnará blandar Kári Svensson tøkni og arbeiðshættir

Framsýningin er ein røð av listaverkum gjørd á papír, og Kári Svensson blandar meira, enn hann vanliga ger
SkrivaÐ:

Innsent

Kári Svensson telist millum okkara kendastu listafólk, og á hansara nýggju framsýning blandar hann tøkni og arbeiðshættir. Sostatt gongur Kári nýggjar leiðir. 

Framsýningin er ein røð av listaverkum gjørd á papír og ikki lørift, sum vit vanliga kenna Kára fyri. Hann hevur ikki slept akryl málingini, men blandar her við vatnlitum, oljumáling og blýanti á papír, úrslitið er ein røð av einastandandi verkum. 

Framsýningin lat upp í Gallarí Havnará Krists himmalsferðardag.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2023

27 Leygardagur 20. mai 2023

Sjey nýggjar bøkur frá Bókadeildini

Talan er um bøkur, sum eru sera ymiskar og til allar aldursbólkar. Í hópinum er eisini ein upprunaføroysk myndabók, "Motorsúkklan", sum Richard H. Johansen hevur skrivað, og Hans Niclasen hevur teknað

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í ársins triðja bókaumfari gevur Bókadeildin nú sjey nýggjar bøkur út.

Talan er um bøkur, sum eru sera ymiskar og til allar aldursbólkar.

Í hópinum er eisini ein upprunaføroysk myndabók, "Motorsúkklan", sum Richard H. Johansen hevur skrivað, og Hans Niclasen hevur teknað. Hetta er fyrsta bókin hjá teimum báðum.

Um bøkurnar:

Motorsúkklan
Bjørn og Ari elska motorar og motorsúkklur. Einki er betri enn at sleppa at rokast í garasjuni, har allar motorsúkklurnar hjá pápa Bjørn eru. Teir hava arbeitt upp á eina gamla motorsúkklu í allan vetur. Nú er hon liðug, og teir sleppa endiliga at starta motorin. Og tað er tað kulasta NAKRANTÍÐ! Men so skulu teir eta nátturða, og pápin sigur, at nú mugu teir gevast og bíða til dagin eftir … Men klára Bjørn og Ari at bíða? Ella noyðast teir kanska líka at sníkja seg út í garasjuna?

Richard H. Johansen hevur skrivað, og Hans Niclasen hevur myndprýtt.

Bókin er innbundin, 40 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 4-7 ára gomul.

[object Object]

Songartíð
Í hesi bókini finnur tú alt frá bleytum bamsum til skínandi stjørnur. Her er nógv forvitnisligt hjá barninum at nerta við og sansa, meðan tit lesa góðanáttsøgu.

Bókin er ein pappbók, 12 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 0-1 árs gomul.

[object Object]

Kann eg hyggja í pottin?
Lítla músin er so forvitin. Hon vitjar allar sínar vinir og spyr, um hon kann hyggja í pottin hjá teimum. Og so vilja vinirnir eisini síggja, hvat er í pottinum hjá músini. Men músin er ein stór mús nú. Hon brúkar vesikummuna.

Guido van Genechten hevur skrivað og teknað. Silja Aldudóttir týddi.

Bókin er ein innbundin klaffabók, 32 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 2-3 ára gomul.

[object Object]

Elvin Griff agentur 3 og 4
Flýggjanin til sirkusið: Elvin Griff flýggjar saman við Lýdiu. Tey sleppa undan agentunum, sum sperra vegin, og rýma við lastbilinum hjá einum ektaðum sirkusstjóra. Hvat er betri enn at goyma seg millum ferðandi sirkusfólk og ævintýrarar? Tað vísir seg skjótt, at í sirkusinum eru stór loyndarmál. Kunnu Elvin og Lýdia avdúka alt, uttan sjálv at verða avdúkað?

[object Object]

Flýggjanin til bakgøturnar: Elvin Griff flýggjar saman við Lýdiu. Tey koma til ein bý, har karneval er, og grýluklæddir agentar eru eftir teimum. Men hvør er gentan, sum vísir seg í fólkamongdini, og biður tey koma við sær? Elvin og Lýdia noyðast at berjast ímóti vandamiklum fíggindum við hokkistavum, finna ein lykil áðrenn tíðarfreistina og at koyra sportbil. Og hvat er tað í veruleikanum, Umhvørvispakkið hevur gjørt?

Arne Svingen hevur skrivað, Eivind Gulliksen myndprýddi, og Hildigunn Niclasen týddi úr norskum.

Bøkurnar eru heftar, 136 blaðsíður og til børn, sum eru umleið 8-10 ára gomul.

[object Object]

Tíggju knívar í hjartað
Grafisk skaldsøga um 12 ára gomlu Tóru, sum akkurát er byrjað í sjeynda flokki. Komandi skúlaár ætlar hon at fáa kulan stíl og kanska blíva forelskað. Hon vil eisini gjarna byggja eina kula smáttu í skóginum við bestu vinkonunum hjá sær, Bao og Linneu.

Men okkurt er hent í summarferiuni: Linnea hevur fingið sjeik og gongur knappliga bara upp í klæðir, at vera á telefonini og tosa um forelskilsi. Bao, hinvegin, tímir yvirhøvur ikki at hoyra um dreingir, lipgloss ella nakað sum líkist! Tóra verður noydd at velja ímillum tær báðar vinkonurnar, samstundis sum hon byrjar at fáa nakrar kenslur, sum hon ongantíð hevur havt fyrr, tá hon møtir nýggju gentuni í flokkinum.

Nora Dåsnes hevur skrivað og teknað, og Julia Rutt Petersen týddi úr norskum.

Bókin er heft, 256 blaðsíður og til børn umleið 11-13 ár.

[object Object]

Himmaleldur
Lívið hjá Ánte er merkt av teimum sámisku siðvenjunum. Hjá honum er tað sjálvsagt, at hann – sum einasta barn í familjuni – skal halda fram at arbeiða við reinsdjórunum. Men knappliga er okkurt annað har. Okkurt, sum órógvar og dregur. Kenslurnar, hann hevur havt fyri vinmanninum, Eriki, eru broyttar til okkurt størri. Men hvat høvdu øll sagt, um tey vistu av tí? Og hvørjar kenslur hevur Erik?

Moa Backe Åstot hevur skrivað, og Ingun Háberg týddi úr svenskum.

Bókin er heft, 204 blaðsíður og til ung.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2023

28 Leygardagur 20. mai 2023

115 ár síðani kirkjan á Tvøroyri varð vígd

Sermerkta og vakra timburkirkjan á Tvøroyri kundi hósdagin hátíðarhalda, at 115 ár eru liðin síðani kirkjan varð vígd

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sermerkta og vakra timburkirkjan á Tvøroyri kundi Krists himmalferðardag hátíðarhalda, at tað eru eru liðin 115 ár, síðan kirkjan bleiv vígd í 1908.

Nógv bleiv gjørt burtur úr degnum, har fleiri enn 400 fólk høvdu leitað sær til gudstænastu í Tvøroyrar Kirkju at hátíðarhalda dagin, ið bleiv fagnaður við sangi av sangkórinum Ljómi og tónum frá Tvøroyrar Hornorkestri.

Men dagurin var ikki bara ein hátíðardagur at feiðra kirkjuna, tí samstundis var dagurin merktir av, at Jónsvein Bech, prestur hevur boðað frá, at hann gevst sum sóknarprestur í Suðuroyar Norðara prestagjaldi fyri aldur. Og løtan í kirkjuni bleiv serliga sermerkt og rørandi, tá Jónsvein Bech, takkaði fyri seg, eftir at hava tænt í 41 ár sum prestur, harav nógv tann størsta partin í Tvøroyrar kirkju.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2023

29 Leygardagur 20. mai 2023

Søguligur sigur til Loreen og Svøríki

Fyrsti kvinnululigi sangari, ið vinnur Eurovision tvær ferðir

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hon hevði longu vunnið Eurovision eina ferð.

Og hon hevur verið stórfavorittur til at vinna stóru evropeisku sangkappingina aftur líka síðan hon vann svensku kappingina, Melodifestivalen, í mars mánaði.

Leygardagin gekk spádómurin upp. Svenska Loreen vann Eurovision Song Contest 2023 við poppsanginum ‘Tattoo’.

- Eg trúði ikki í mínum villastu dreymum, at hetta nakrantíð fór at henda, segði Loreen á pallinum eftir sigurin í London.

- Tað er óveruligt. Eg eri so vegin og takksom fyri, at tit hava atkvøtt fyri mær.

Hyggjarnir valdu Finnland

Svøríki og Loreen vunnu finaluna við 583 stigum framman fyri Finnland við 526 og Ísrael við 362 stigum.

Tað vóru dómsnevndirnar í teimum einstøku limalondunum, sum tryggjaðu Svøríki sigurin. Hyggjararnir høvdu Finnland sum vinnara.

Svøríki fekk 243 stig frá hyggjarunum og 340 frá dómsnevndunum. Finnland fekk 376 hyggjarastig og 150 dómsnevndarstig. Ísrael fekk ávikavist 185 og 177.

Týskland endaði á síðsta plássi við 18 stigum – 15 frá hyggjarunum og 3 frá dómsnevndunum.

[object Object](Mynd: EPA)

Á sjeynda sinni

Svøríki vann harvið kappingina á sjeynda sinni, og er nú tað landið – saman við Írlandi – ið hevur vunnið flestar ferðir.

Tað er tó ikki einasta metið, sum Svøríki tók við sigrinum leygarkvøldið.

Tí Loreen er bert annar sangarin í Eurovision s-guni – og fyrsta kvinnan – ið vinnur kappingina tvær ferðir.

Hon vann í 2012 við risahittinum ‘Euphoria’, sum legði seg á fyrsta pláss á hittlistunum um alt Evropa og sum í dag er ein tann best dámdi Eurovision-vinnari nakrantíð øll tey 70 árini kappingin hevur verið til.

Frammanundan hevur írski Johnny Logen megnað at vunnið kappingina tvær ferðir. Og harafturat eina ferð afturat sum sangskrivari.

Komandi ár verður finalan í Eurovision kappingini hildin í Svøríki – og tá eru fimmti ár síðan Abba tryggjaði Svøríki fyrsta Eurovision-sigurin við ‘Waterloo’.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2023

30 Leygardagur 20. mai 2023

Sangarin Garðar Cortes deyður, 83 ára gamal

Vitjaði fleiri ferðir í Føroyum, bæði sum sanglærari og sum solistur hjá Føroya Symfoniorkestri

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Íslendski operasangarin, Garðar Cortes, andaðist sunnumorgunin, 83 ára gamal.

Umframt at vera operasangari, var hann so mangt annað á íslendsku tónleikapallinum, kórleiðari, orkesturleiðari operastjóri, sangskúlastjóri og annað, skrivar Vísir í minningarorðum.

Eftirnavn Garðars stavar frá abbanum í faðirlegg, sum kom til Íslands sum prentari, og kastaði ástur saman við íslendskari gentu.

Garðar upptraðkaði sum sangari til hann var um seksti ára aldur fyri at geva pláss fyri yngri kreftum, men hann helt tó fram við at taka upp til útgávur, men seinni misti hann sangrøddina sum úrslit av einum mistaki í sambandi við eina doyving tá hann skuldi undir skurð í knænum.

Eftir Garðar siga konan Krystyna Cortes og fýra børn og níggju abbabørn. Eitt av børnunum er Garðar Þór Cortes, ið eisini er operasangari.

Garðar Cortes vitjaði fleiri ferðir í Føroyum og hevði frálæru fyri føroyskar sangarar, eitt nú saman við Ólöf Kolbrún Harðardóttir.

Í 2003 var hann gestasolistur í nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2023

31 Leygardagur 20. mai 2023

Nú yvir 5,5 milliónir íbúgvar í Noregi

20.900 fólk fluttu til Noregs tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fólkatalið í Noregi øktist fyrsta ársfjórðing í ár við 15.300 fólkum, og nú búgva 5,5 milliónir fólk í landinum.

Talan er um størsta fólkavøkstur í einum ársfjórðingi síðan 2012, skrivar NRK. 

Burðaravlopið er tó lægri enn vanligt, men innflytingin er stór. Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár fluttu 20.900 fólk til Noregs, meðan 6.300 fluttu úr landinum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2023

32 Leygardagur 20. mai 2023

– Eiga at kunna tosa grønlendskt í Fólkatinginum

Grønlendski fólkatingslimurin Aki-Matilda Høegh-Dam, sum í farnu viku vakti ans, tá hon helt røðu á grønlendskum undir orðaskifti um ríkisfelagsskapin, vísir á, at ikki allir grønlendingar skilja, tá danskt verður tosað í Fólkatinginum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Har skal verða pláss fyri, at mann kann tosa grønlendskt á røðarapallinum í Fólkatinginum, sigur grønlendski fólkatingslimurin Aki-Matilda Høegh-Dam úr Siumut.

– Tað er ein leivd frá hjálandatíðini, at vit framvegis bert tosa danskt í salinum. Um Danmark veruliga er ein ríkisfelagsskapur, so kunnu vit eisini rúma mál hjá hvørjumøðrum, sigur hon sambært Ritzau.

Farna fríggjadag, tá ríkisfelagsskapurin skuldi umrøðast í Fólkatinginum, helt Aki-Matilda Høegh-Dam eina røðu á grønlendskum, og svaraði hon eisini bara spurningum á grønlendskum.

Hon vísir á, at hon er fólkavald úr Grønlandi, sum er eitt valdømi í sær sjálvum, og hevur hon eisini ført valstríð á grønlendskum.

– Men eg kann ikki umboða mítt fólk í Fólkatingssalinum á tí málinum, sum er tað almenna málið í Grønlandi. Tað haldi eg bara vera skeivt, sigur hon.

Undir orðaskiftinum viðmerkti Karsten Hønge úr sosialistiska fólkaflokkinum, at hann ikki skilti nógv grønlendskt, og at hann ikki ynskti at vera statistur í tí, sum gekk fyri seg "bara tí, at tað skal brukast í grønlendskum miðlum".

Aki-Matilda Høegh-Dam vísir á, at danskt verður tosað sum nakað natúrligt í grønlendska tinginum, Inatsisartut, meðan tað verður kallað eitt "miðlastunt", tá grønlendskt verður tosað í Fólkatinginum.

– Hvussu hava allir grønlendingar tað, tá tað bert verður tosað danskt? Tað eru ikki øll, sum skilja, tá nýggjar lógir verða samtyktar, sigur hon.

Grønlendski fólkatingslimurin sigur, at tað hevur týdning at tosa á einum máli, sum grønlendingar skilja, tí tað, sum Karsten Hønge upplivdi fríggjadagin er nakað, sum grønlendingar uppliva hvønn dag.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2023

33 Leygardagur 20. mai 2023

Meghan og Harry í hættisligari biljagstran

Myndafólk eltu kongaligu hjúnini gjøgnum Manhattan

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Papparazzi fotografar eltu týsdagin Harry prins, og konu hansara Meghan í eini villari bilajagstran, sum verður kallað ein “near catastrophic car chase”.

Hetta skrivaðu Reuters og fleiri bretskir miðlar í vikuni. Miðlarnir kalla eltanina, ið vardi í tveir tímar, fyri miskunnarleysa.

- At vera almennur persónur ger, at almenningurin hevur ein ávísan áhuga, men tað má ongantíð ganga út yvir trygdina hjá einstaklingum, sigur talsmaðurin hjá prinsinum, sambært Reuters.

Hetta hendi týsdagin eftir, at kongaligu hjúnini saman við mammu Meghan Markle, Doria Ragland, høvdu verið til eina heiðurslønarhandan í New York, sum felagsskapurin Ms. Foundation for Women skipaði fyri í Ziegfried Ballroom á Manhattan. Her varð Meghan Markle kosin ‘Woman of Vision’.

Hetta var fyrstu ferð, at Harry og Meghan vístu seg alment síðan kongaligu krúningina í Onglandi fyrr í mánaðinum.

Sambært fleiri av miðlunum koyrdu Harry og Meghan, hertugi og hertuginna av Sussex, í hýruvogni, tá fleiri paparazzi-myndafólk settu eftir teimum teimum í eini biljagstran á Manhattan.

Hendan søgan fær eyka bein at ganga á, tí at talan var eisini um eina slíka eltan, ið var orsøk til, at móður Harrys, Diana prinsessa, lat lív í eini ferðsluvanlukku í Paris í 1997. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2023

34 Leygardagur 20. mai 2023

Minnilutaflokkur gerst størstur í Flensburg

Flokkurin hjá danska minnilutanum, SSW, vann kommunuvalið í Flensborg í gjár

Frøi í flokshølunum hjá SSW sunnukvøldið (Mynd: Flensborg Avis)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyri fyrstu ferð í 64 ár er flokkurin hjá danska minnilutanum, Sydslesvigsk Vælgerforening SSW, størstur av øllum flokkunum í Flensborg. Flokkurin fekk næstan 25 prosent av avkvøðunum á kommunuvalinum sunnudagin.

Hetta gevur SSV 11 pláss í býráðnum í Flensborg – tað er søguligt.

Tað eru fleiri orsøkir til stóru framgongdina hjá flokkinum, metir Jørgen Møllekær, ið er blaðstjóri fyri danska tíðindablaðnum í býnum, Flensborg Avis.

Ein av orsøkunum er, at SSV tosar um tað, ið fyllir mest í Týsklandi í løtuni – donsku vælferðina, og hvussu avbjóðingar á sosiala økinum verða loystar.

- Tað eru fleiri og fleiri týskarar, sum ynskja skandinaviskar loysnir upp á tað, sum tey stríðast við. Og tá teir týsku flokkarnir ikki megna at umstilla seg, verða eyguni vend móti flokkinum hjá danska minnilutanum, sigur blaðstjórin.

Eisini á valinum til landspartastjórnina í Slesvig-Holsten, fekk SSW eitt óvanliga gott val við 4,4 prosentum av atkvøðunum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2023

35 Leygardagur 20. mai 2023

26 ferð uppi á Mount Everest

Sherpan, sum átti metið einsamallur tekur tað helst aftur, tí hann er eisini á veg niðan í løtuni

Pasang Dawa Sherpa
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyri nógv fjallagongufólk og -klintrarar er tað at koma niðan á heimsins hægsta fjall, Mount Everest í Himalaya bara ein dreymur.

Men fyri nepalesiska sherpan, Pasang Dawa, er tað vorðið vani. Og nú hevur hann júst gjørt tað fyri 26. ferð, skrivar dr.dk.

Harvið hevur hann verið líka so oftani ovast uppi á hægsta tindinum í Himalaya fjallaketuni, sum Kami Rita.

Pasang Dawa náddi leygardagin upp á 4.848 metra høga fjallið saman við einum ferðamanni úr Ungarn, skrivar Reuters. Og teir báðir eru nú á veg omanaftur.

Ferðirnar upp á heimsins hægsta fjall eru júst byrjaðar aftur eftir at sherpar hava verið har uppi og bøtt um togendar og annað hjá ferðafólkum at stuðla seg til.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2023

36 Leygardagur 20. mai 2023

Norskur oljupallur fær nýtt lív

Eftir at hava framleitt í 20 ár er norski oljupallurin Njord vorðin umvældur og nútímansgjørdur, soleiðis at hann kann framleiða í 20 ár aftrat og meira enn tvífalda framleiðsluna

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Pallurin varð alment tikin í brúk aftur í vikuni av olju- og orkuráðharranum Terje Aasland.

- Við krígnum í Ukraina hevur útflutningurin av norskari olju og gassi til Evropa ongantið verið av størri týdningi. Við upplatingini av aftur Njord fer Norra at halda fram við at vera ein tryggur veitari av gassi til Evropa sigur Aasland. 

Njord leiðin byrjaði at framleiða gass í 1997 og varð upprunaliga mett at framleiða til 2013. Ábøtur og nútímansger gera, at pallurin framhaldandi fer at kunna vera ein týðandi veitari á norska landgrunninum.

Eisini ber til at binda nýggj gassfund í grannalagnum í Njord, hvørs gass verður flutt víðari á marknaðin.

Í 2016 varð pallurin togaður til lands at verða nútímansgjørdur, og í fjør varð hann so  togaður út aftur á gassleiðina.  Hetta er fyrstu ferð nakrantíð í norsku oljusøguni, at ein pallur er tikin til lands og síðani fluttur útaftur á gassleiðina.

Ætlanin er eisini at elektrifisera framleiðsluna pallinum til tess at minka um útlátið.

Somuleiðis fara royndir at verða gjørdar at leita eftir gassleiðum nærhendis pallinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2023

37 Leygardagur 20. mai 2023

Vindmyllur á Hywind Tampen lata streym til Snorre oljupallin

Heimsins størsta flótandi havvindmylnulund letur nú streym til Snorre olju- og gasspallin í Norðsjónum. Hann er fyrsta flótandi vindmylnulundin í heiminum, sum framleiðir streym til ein olju- og gasspall

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Fyrstu ferð, at hetta hendi, var í november í fjør, tá vindmylnulundin lat streym til risastóra Gullfaks A pallin á norska landgrunninum. Spurningurin um at brúka streym frá vindmyllum er vorðin sera aktuellur í sambandi við grøna orkuskiftið.

Har tað ber til verða pallar til havs elektrifiseðir umvegis kaðalar úr landinum. Men har hetta ikki letur seg gera er neyðugt við stórum flótandi havvindmylnulundum til havs. Hetta er so eisini í tráð við orku- og umhvørvispolitikkin hjá norsku stjórnini. 

[object Object]

Á Hywind Tampen eru 11 vindmyllur, sum fara at lata 35 prosent av streymnýtsluni á Gullfaks og Snorre pallunum. Tað fer at minka um CO2 útlátið við 200.000 tonsum um árið sambært Equinor, sum eigur bæði pallar og vindmylnulundina. Væntandi koyra allar vindmyllurnar við fullari ferð við ársenda í ár.

Hywind Tampen er  fyrsta stigið í royndunum at minka um útlátið frá framleiðsluni á olju- og gasspallum í Norðsjónum, skrivar Offshore Energy.

Bæði í Noregi og Bretlandi verða gjørdar stórar íløgur í flótandi havvindmyllur, sum skulu minka um CO2 útlátið í oljuvinnuni. Størsti parturin av útlátinum frá oljuvinnuni stavar frá sjálvari framleiðsluni á pallum.

[object Object]Tá risastóru vindmyllurnar til Hywind Tampen vórðu riggaðar til og samlaðar í norskari havn fyri góðum ári síðani. Alt arbeiðið at samla ymsu partarnar av vindmyllunum verður gjørt í landi og verða myllurnar síðani togaðar til havs

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2023

38 Leygardagur 20. mai 2023

Norski oljugrunnurin eigur nú 15.000 milliardir

Á middegi í gjár náddi heimsins størsti grunnur, norski oljugrunnurin 15.000 milliardum kr. 

Norski oljugrunnurin, sum er eindømi í heiminum, er við til at fíggja norska vælferðarsamfelagið eins og leggja pengar til síðis til komandi ættarlið
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hóast strongt verður á grøna orkuskiftið kring allan heimin, so er olju- og gassvinnan framvegis ein týðandi partur av orkunýtsluni og fer at vera tað í tíggjutals ár aftrat. 

Hetta kunnu ikki minst norðmenn sanna, nú pengarnir halda fram við nærum at floyma inn í norska oljugrunnin, sum hósdagin náddi tí magiska 15.000 mia. kr. talinum.

[object Object]

Á nýggjárinum var upphæddin 12.429 milliardir krónur, skrivar E24. Hesar seinastu fimm mánaðirnar er grunnurin vaksin við 2.500 milliardum krónum. Orsøkin til hækkingina er eitt sera gott útbýti, lægri krónukursur og nýggjur kapitalur til grunnin. 

Ein partur av avkastinum fer beinleiðis á norsku fíggjarlógina, sum harvið er við til at fíggja alskins tænastur í norska gerandisdegnum. Olja og gassframleiðsla hava verið við til at gera Norra til heimsins ríkasta land. Men meginparturin av inntøkunum eru ætlaður at koma komandi ættarliðum til góða. 

Noreg er í teirri hepnu støðu, at stórur partur av undirgrundini goymir olju og gass í stórum nøgdum. Og hetta hava norðmenn verið seta góðir til at troyta og hava harvi ment eina tað mest nútímans olju- og gassvinnuni á landi og til havs í heiminum. 

Og hóast stór mótstøða er millum eitt nú umhvørvisfelagsskapir og nakrar politiskar flokkar er ímóti nýggjari leiting á norska landgrunninum og her serstakliga í norðaru økjunum í Barentshavinum, so hevur norska stjórnin gjørt greitt, at tørvurin á olju og gassi er so mikið stórur og fer at vera tað í mong ár aftrat, og tí er neyðugt at útbyggja tey mongu fundini, sum longu eru gjørd og haraftrat at geva loyvi til leiting í nýggjum økjum. 

Kortini hevur minnilutastjórnin undir leiðslu av Arbeiðaraflokkinum rættað eina hond út til stuðulsflokkin SV, og hevur í onkrum føri útsett leitiútbjóðingar. Tað er annars politikkurin hjá norsku stjórnini eins og hjá stjórnunum í øllum Norðurlondum at raðfesta átøk í sambandi við veðurlagsbroyting so sum at minka um CO2 útlátið á ymsar hátt. 

Nú um dagarnar varð roynd gjørd at tvinga høvuðsmotorin í norsku oljuvinnuni, Equinor til at raðfesta grøna orkuskiftið og leggja á annan bógv við sínari íløgustrategi. Henda roynd frá andstøðuflokkum og umhvørvisfelagsskapum miseydnaðist tó, og tók bæði leiðslan í Equinor eins og ráðharrin við ábyrgd fyri oljuvinnuni ikki undir við hesi roynd at niðurraðfesta íløgur í olju og gass. 

Hetta fall í góða jørð hjá oljuvinnuni og sást hetta aftur í seinastu útbjóðingini av loyvum til nýggja leiting. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mai 2023

39 Leygardagur 20. mai 2023

Trý flogfør beinleiðis til EM í Berlin í januar

Føroyska flogfelagið fer undir at selja túrarnar til týska høvuðsstaðin 30. mai

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyska flogfelagið Atlantic Airways, sum eisini er millum høvuðsstuðlarnar hjá Hondbóltssambandi Føroyar fer at gera tríggjar túrar til týska høvuðsstaðin Berlin í sambandi við at A-landsliðið hjá monnum í hondbólti skal luttaka í EM-endaspælinum í januar 2024.

Og nú er greitt, hvørjar dagar tað verður flogið til týska høvuðsstaðin, boðaði felagið frá í tíðindaskrivi mikudagin.

Fyrsta flogferðin beinleiðis úr Vágum til Berlin verður 9. januar, tá føroyski landsliðshópurin eftir ætlan eisini fer avstað. Síðani verður flogið 10. januar og eisini 11. januar, sum er sami dagur, sum Føroyar spæla sín fyrsta EM-dyst.

Henda dagin verður flogið um morgunin, so tað er í góðari tíð áðrenn dystarbyrjan.

Heimferðirnar úr Berlin til Føroya verða 16. januar 2024, og talan verður um tríggjar flogferðir.

Prísurin fyri at flúgva beinleiðis til Berlin verður úr 3.595 kr. aftur og fram, og sølan byrjar 30. mai 2023 kl. 13.

- Tað er eitt bragd, at Føroyar hava vunnið seg víðari til eitt EM-endaspæl. Sum flogfelag síggja vit tað sum okkara samfelagsskyldu, og eru sera errin av at kunna flúgva hondbóltslandsliðið og bjóða føroyskum áskoðarum at koma beinleiðis úr Vágum til Berlin, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Teir tríggir innleiðandi dystirnir hjá føroyska liðnum eru hósdagin 11. januar kl. 17 (føroyska tíð) móti Slovenia, leygardagin 13. januar kl. 19.30 móti Noregi og mánadagin 15. januar kl. 17 móti Polandi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2023

40 Leygardagur 20. mai 2023

Meira gull og enn ein greipa til Hoyvíkar

VÍF legði best út í fjórðu finaluni. Tað leikaði síðani javnt á til nakað inn í seinna hálvleik, men so fóru hoyvíkingar frá, og nú kunnu teir fegnast

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

H71 er aftur føroyameistari hjá monnum. Hetta er greitt eftir sigurin á VÍF í Hoyvíkshøllini mikukvøldið. VÍF vann fyrstu finaluna, sum var í Vestmanna, men hoyvíkingar vunnu síðan tríggjar finalusigrar á rað, og tað er serliga einum sterkum verjuavriki at takka.

Vestmenningar fingu annars hol á tíðliga í fjórða dystinum, og var skjótt á odda við fimm málum. H71 fekk tó vent tingunum væl, og var á odda við einum máli í steðginum.

Í seinna hálvleiki gjørdist talan um ein verjudyst, har málverjarnir gjørdust ógvuliga týdningarmiklum. Hendan tvídystin vunnu hoyvíkingar, og eina løtu fór heimaliðið frá 15-15 til 20-15. Teir í gulum og bláum fingu ikki loyst upp. "Svarti verjumúrurin" var krútsterkur, og so var tað eisini ógvuliga torført at fáa bóltin fram við Paula Jacobsen, sum spældi ein branddyst.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Tá málskjótingin hjá útiliðnum kom í gongd aftur var ov seint. Serliga Rói Ellefsen á Skipagøtu og Petur Krogh tóku ábyrgd í álopinum ígjøgnum dystin, og H71 vann til endans ein rímiliga tryggjan sigur.

Besta mansliðið hjá H71 vann sítt fyrsta føroyameistaraheitið í 2009. Nú kom tað sjeynda í hús. Hetta er triðja greipan í røðini, og talan er um annað árið, at H71 vinnur greipuna hjá monnum.

Kvinnurnar tryggjaðu sær greipuna seks dagar frammanundan, og tað er ikki hent fyrr, at felag hevur átt greipuna hjá bæði kvinnum og monnum.

[object Object]
Allir greipuvinnararnir (Mynd: Sverri Egholm)

Fleiri myndir her

FM-finalurnar í Burn-deildini
Fjórða finalan - mikukvøldið 17. mai í Hoyvíkshøllini
H71  - VÍF 25-21 (13-12)

3-1 til H71

Toppskjúttar: 
Rói Ellefsen á Skipagøtu og Peter Krogh 7 mál - Filip Jojic 5 mál

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2023

41 Leygardagur 20. mai 2023

Rói gjørdist toppskjútti í Burn-deildini

19-ára gamli hoyvíkingurin var lyklaspælari á greipuliðnum - hann hevði eisini nógv flest skot í deildini. Bjarni í Selvindi hjá StÍF hevði næstan sjey mál í miðal fyri hvønn dyst

Tað var mangnan torført at tálma Róa Ellefsen á Skipagøu, sum í sínum síðsta kappingarári í Føroyum fyribils skoraði næstan seks mál í miðal fyri hvønn dyst (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Burn-deildin hjá monnum fekk sín enda mikukvøldið, tá H71 vann 25-21 á VÍF í fjórðu finaluni. Harvið bleiv tað 3-1 í finalurøðini. Tað skulu tríggir finalusigrar til fyri at gerast føroyameistari, og harvið kundu hoyvíkingar fáa gull og greipu.

[object Object]
Fagnaður um enn eitt steyp í Hoyvík (Mynd: Sverri Egholm)

Nú hevur Handballstaz, føroyska hagtalssíðan fyri hondbólt, gjørt upp. Øll málini eru nú skrásett, og tað var føroyameistarin Rói Ellefsen á Skipagøtu, ið gjørdist toppskjútti.

19-ára gamli spælskiparin hjá H71 skoraði 143 mál - sjey fleiri enn Filip Jojic. Ein annar hjá VÍF er eisini á topp-fimm listanum, høgri bakkurin Hallur Árason.

Rói, Hallur og Filip høvdu allir vunnið sær møguleikan at spæla fleiri dystir enn teir á hinum liðunum. 35-ára gamli Tróndur Kragesteen hjá Neistanum, ið spældi hálvfinalur, og 20-ára gamli Brian Slyne, sum umboðaði bæði Kyndil og KÍF í ár, vóru báðir eisini í topp-fimm.

[object Object]
Mynd: handballstatz.com

Tað sæst á yvirlitinum, at Rói Ellefsen á Skipagøu hevði nógv flest skot í kappinini (280). Spælskiparin skoraði ikki lutfalsliga eins nógv uppá síni skot, sum hinir í oddinum, men hann hevði jú eisini ógvuliga nógvar skotroyndir, og tað var eisini sermerkt, at Rói á Skipagøtu skeyt nógv færri brotskøst enn millum annað royndu Filip og Tróndur, og hevði hann flest mál "í spæli" (140) - lámi bakkurin úr Kvívík, Hallur Árason, skoraði øll síni 120 mál í spæli.

Afturat teimum fimm, ið síggjast omanfyri, komu Ovi Lützen og Bjarni í Selvini eisini upp um 100 mál. Hesir báðir bakspælarnir hava, eins og Rói og Brian, báðir aldur til U21-landsliðið, sum skal til HM í summar. Ovi umboðaði bæði Kyndil og Neistan í ár. Bjarni var tann spælarin við hægst miðaltalið í allari kappingini. 20-ára gamli skálamaðurin skoraði heili 6,9 mál í miðal fyri hvønn dyst hann spældi. Bjarni í Selvini og Ovi  Lützen eru skaðadarvaðir í løtuni, men verða vónandi til reiðar til HM-endaspælið í Týsklandi.

Sjúrður Olsen og Ísak Vedelsbøl skutu báðir beint undir 100 mál í Burn-deildini (99) og strandingurin Pætur Johansen, 96 mál, fullfíggja topp-tíggju.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2023

42 Leygardagur 20. mai 2023

Páll var bestur í mars og apríl

Við 9 av 9 møguligum atkvøðum, bleiv Páll Andrasson Klettskarð valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í mars og apríl mánaði

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Higartil í ár hevur KÍ verið flúgvandi í Betri Deildini hjá monnum. Eftir níggju umfør eru klaksvíkingar fremstir við fullum stigatali, og við einum málmuni upp á 25-4. Og ellivu ferðir hevur málskjúttin verið Páll Andrasson Klettskarð, sum eisini ger hann til toppskorara í deildini.

Góða gongdin hjá teimum kongabláu norðoyingunum og nógvu málini frá roynda framherjanum, eru óivað ein av orsøkunum til, at Páll Klettskarð er valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í mars og apríl mánað.

Av níggju møguligum atkvøðum, fekk Páll fulla úrtøku, meðan Bjarki Nielsen úr B36 gjørdist nummar tvey. Á einum deildum triðja plássi endaðu Arnbjørn Svensson úr Víkingi, Jákup Andreasen úr KÍ, og Hanus Sørensen og Mads Borchers úr HB.

- Tað er viktugt at fáa eina góða byrjan upp á kappingina, so vit eru sjálvandi sera væl nøgdir við gongdina higartil. Men enn er bara ein triðingur spældur, so tað er langur vegur á mál, sigur Páll Andrasson Klettskarð við heimasíðuna hjá FSF.

Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað. 

[object Object]Tað var Andras Sólstein, pápi Páll, ið handaði soninum prógvi upp á, at hann var bestur í mars og apríl mánað 2023 (Mynd: Álvur Haraldsen / FSF)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2023

43 Leygardagur 20. mai 2023

KÍ var aftur lýtaleyst í fyrsta triðinginum

Annað árið á rað hevur KÍ vunnið sínar fyrstu níggju dystir, og hevur liðið nærum bert vunnið í Betrideildini síðani mars 2021

Nummar níggju hevur skorað 11 ferðir í teimum fyrstu níggju dystunum - Páll Klettskarð og liðfelagirnir eru aftur í ár flúgvandi á stigatalvuni (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrsti triðingur í Betrideildini er nú av. Víkingur vann 5-0 á botnliðnum AB mánakvøldið, og nú ber til at gera eitt sindur upp.

Um hugt verður eftir oddinum, so er KÍ ovast. Tað er ikki beinleiðis óvæntað, at tvífaldu føroyameistararnir eru tað, og teir hava endurtikið úrtøkuna frá fyrsta triðinginum: 27 stig, ið er fult stigatal.

[object Object]
Liðið hjá Magna Hoseth tryggjaði sær trý stig afturat , og økti harvið um munin í oddinum, afturat við sigri á HB sunnudagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
B36 basti KÍ í steypakappingini, men í landskappingini vann KÍ í Gundadali og er í løtuni seks stig frammanfyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Liðið úr Klaksvík hevði eisini fult stigatal eftir fyrsta triðingin í fjør. Fyrsti dystur í fjør, har KÍ ikki fekk fult, var í 11. umfari á útivølli móti Víkingi. Ein annar dystur endaði við javnleiki (1-1 móti B36 í Klaksvík) og harvið setti KÍ met við 77 stigum, eins og tað at bert 7 mál fóru inn.

Í 2021 tapti KÍ ein dyst, spældi tríggjar javnar og vann rest. Hetta gav 72 stig og eitt greitt FM-heiti. Eisini setti liðið met við heili 99 málum. Eftir ein triðing tá hevði KÍ 25 stig. Einasti dysturin í fyrsta triðinginum, sum KÍ ikki vann var móti HB (2-2) HB var einasta liðið, sum vann á teimum bláu í 2021. Hetta var eftir, at meistaraheitið varð tryggjað - síðani hevur KÍ vunnið 36 av teimum 38 dystunum, ið liðið hevur spælt í Betrideildini.

Úrtøkan hjá KÍ eftir fyrsta triðing seinastu trý árini:
2021: 25 stig (8 sigrar og ein javnleik) + 27 í málúrtøku
2022: 27 stig (9 sigrar) + 26 í málúrtøku
2023: 27 stig (9 sigrar) + 21 í málúrtøku

Tað sær út til at vera torført hjá HB og hinum at hanga í KÍ aftur í ár. B36 er nummar tvey í løtuni men hevur tapt fyri HB eisini. Málúrtøkan hjá KÍ er higartil nakað undir hana seinastu árini, og fýra av sigrunum higartil hava verið verið við einum máli - millum annað á heimavølli móti ÍF og EB/Streymi.

KÍ hevur tó bast tættastu avbjóðarunum á útivølli, og við styrkinum á liðnum er ikki nógv, ið bendir á, at KÍ endar undir 70 stig. Higartil hevur tað verið lýtaleyst, hvat stigum viðvíkur.

Tøl: Faroesoccer

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2023

44 Leygardagur 20. mai 2023

Besta byrjanin hjá B36 síðani 2014

Ikki síðani føroyameistaraárið fyri níggju árum síðani hevur B36 vunnið sjey dystir, og er komið uppum 20 stig í fyrsta triðinginum

B36-spælararnir hava higartil fegnast um sjey sigrar í Betrideildini, umframt ein í steypakappingini móti KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B36 hevur tvey tey síðstu árini fingið seinasta evropeiska plássið, men higartil í ár hevur liðið bjóðað av longur uppi á stigatalvuni.  

Liðið hjá Dan Brimsvík hevur gjørt reint borð móti øllum í Betrideildini, fyriuttan móti KÍ og HB, og í hesum báðum dystunum hevur B36 verið ógvuliga væl við - serliga móti oddaliðnum, sum ikki fekk sigursmálið fyrrenn í 94. minutti, tá teir í hvítum vóru ein spælara í undirtali.

21 stig fyri níggju dystir merkir, at talan er um bestu úrttøkuna hjá B36 fyri fyrsta triðingin síðani 2014. Hetta árið gjørdist liðið, undir leiðslu av Sámal Erik Hentze, føroyameistari. B36 hevði 23 stig og var ósigrað eftir fyrsta triðingin og endaði við vinna sær 61 stig og gull.

Nøkur av teimum átta kappingarárinum síðani hevur B36 havt beint undir tjúgu stig eftir teir fyrstu níggju dystirnar, men ongantíð síðani 2014 er tað eydnast at vinna sjey dystir fyrsta triðingin - fyrrenn nú. B36 vann sín sjeynda sigur sunnukvøldið í Gundadali, tá ÍF varð sent heim við 5-1 tapi.

Í fjør var úrttøkan hjá Dan Brimsvík og hansara monnum eftir níggju dystir 16 stig. Í 2021 var hon 13 stig. Í 2023 er B36 higartil á 2. plássi við 21 stigum. Seks stig eru upp til KÍ, sum hevur fult stigatal.

Tøl: FaroeSoccer

[object Object]
Byrjanin í serliga 2021 var einki serlig, men nógv ting hava eydnast væl hjá Dan Brimsvík og hansara monnum higartil í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mai 2023

45 Leygardagur 20. mai 2023

Filip er aftur á vøllinum

22-ára gamli argjamaðurin varð týsdagin í undanfarnu viku skiftur inn til sín fyrsta dyst á besta liðnum í trý og eitt hálvt ár. Álvarsami skaði hevur darvað, men Filip í Liða hevur nú nýggjan sáttmála við AB

Filip í Liða avmyndaður við formanni felagsins, Mariusi Thomassen. Hann er framvegis ungur, men hevur ikki spælt vegna skaða í yvir trý ár - í undanfarnu viku var hann aftur og gjørdi mun fyri besta liðið hjá AB (Mynd: Argja Bóltfelag)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hóast AB varð sligið út úr steypakappingini móti 07 Vestur, kundu tey á Argjum fegnast um, at ein av teirra egnu lokalu er aftur.

Filip í Liða hevði longu yvir 60 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum á baki, tá hann sum 18-ára gamal spældi í  27. umfari í Betrideildini í oktober í 2019. Hetta skuldi tó vísa seg at verða seinasti dystur hjá evnaríka argjamanninum í trý og eitt hálvt ár.

- Filip, ið framvegis bert er 22 ára gamal, hevur verið darvaður av ryggskaða í fleiri ár, men við góðum hugburði og stríðsvilja hevur hann bart seg ígjøgnum hetta og er nú klárur aftur at vera ein av argjamonnunum á Betrideildarliðnum.

Soleiðis skrivaði AB á Facebook-síðu sínari, tá tað varð kunngjørt, at Filip í Liða hevur skrivað sáttmála við barndómsfelagið fyri kappingarárið 2023. Vongurin var endliga aftur á vøllinum í dysti fyri næstbesta liðið 15. apríl - har hann skoraði í sigri móti 07 Vestur - og Filip gjørdi eisini mun, eftir at hann kom inn móti 07 Vestur í steypakappingini: Hann vann brotssparkið, ið AB minkaði um munin við í yvirtíðini, tá verjuspælari hjá 07 Vestur varð noyddur at hála hann niður.

Filip í Liða kann fáa týðandi leiklut fyri barndómsfelagið, sum ikki hevur vunnið í ár og í løtuni er niðast í botninum í Betrideildini. Hann hevur dygdir í serliga álopsspælinum og er skrásettur fyri 14 ungdómslandsdystir. Argjamaðurin, ið nú hevur stríðst seg aftur, var eisini partur av føroyska U17-landsliðnum sum spældi seg til EM-endaspælið í 2017.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. mai 2023

46 Leygardagur 20. mai 2023

Fult stigatal á Vágseiði

Eftir at fyrsti triðingurin í kappingini er spældur, hava FC Suðuroy og NSÍ lagt seg á uppflytingarplássini í 2. deild hjá monnum

Vøllurin á Vágseiði í Vági hevur í ár verið ein tryggur skansi hjá vágbingum (Mynd: Hans Erik Danielsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

FC Suðuroy er komið væl frá byrjan í 2. deild hjá monnum. Eftir fyrstu sjey umførini eru Pól Thorsteinsson og hansara menn fremstir við fullum stigatali, meðan NSÍ er á 2. plássi við 18 stigum, trý færri enn vágbingar.

Seinasti sigurin hjá FC Suðuroy kom í hús síðsta leygardag, tá teir sendu Royn av Vágseiði aftur við einum 4-0 tapi í viðførinum. Owusu Andorful skoraði tvey mál, meðan Valerin Iobashvili og Fríði Holm, sum við 9 málum er toppskjútti í deildini, skoraðu hvør sítt.

Og samstundis sum vágbingar vunnu oyggjauppgerðina móti hvalbingum, gav NSÍ einki frá sær, tá AB, ið eisini stríðist um uppflyting, var á vitjan við Løkin í Runavík. Vespurnar vunnu 3-0 við málum frá Pól Jóhannusi Jústinussen, sum skoraði tvær ferðir, og Kára Johannessen.

Úrslit, 7. umfar
FC Suðuroy – Royn 4-0
Víkingur – Skála 4-2
ÍF – 07 Vestur 3-3
KÍ – B36 2-3
FC Hoyvík – MB 1-0
NSÍ – AB 3-0

Undan hesum kappingarárinum tók FSF avgerð um at royna 12 lið í triðbestu deildini hjá monnum. Hetta er ikki roynt áður, men okkurt bendir á, at avgerðin var røtt, tí higartil hevur talan verið um eina góða kapping, við nógvum spennandi dystum.

Stigatalvan eftir 7 umfør:

FC Suðuroy 21 stig
NSÍ 18 stig
AB 16 stig
B36 13 stig
Víkingur 13 stig
Skála 9 stig
Royn 9 stig
07 Vestur 7 stig
ÍF 7 stig
KÍ 7 stig
FC Hoyvík 3 stig
MB 0 stig

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2023

47 Leygardagur 20. mai 2023

Brandur er nú tøkur aftur

Føroyski landsliðsmiðvallarin verður helst í hópinum hjá Fredrikstad í kvøld. Hann hevur verið úti við knæskaða í yvir eitt ár

Skálvíkingurin verður nú aftur at síggja á vølli í kappingardysti og er hetta ógvuliga jaligt - millum annað eisini fyri føroyska landsliðið (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Brandur Hendriksson Olsen hevur ikki spælt ein kappingardyst, síðani hann var við til at tryggja Helsingborgs uppflyting til bestu svensku deildina á heysti í 2021. Í samband við venjingarlegu í mars í fjør sleyt Brandur á øðrum sinni eitt krossband í knænum, og síðani hava skurðviðgerð og drúgv endurvenjing verið á skránni hjá landsliðsmiðvallaranum.

27-ára gamli skálvíkingurin hevur eisini skift felag. Í vetur fekk Fredrikstad fatur á Brandi, og harvið hevur hann nú millum annað Jóannes Bjartalíð sum liðfelaga og Mikkjal Thomassen sum venjara. Seinastu mánaðirnar hevur Brandur harvið eftir førimuni vant við í norska felagnum.

Á sosialu miðlum sínum kundi Fredrikstad í vikuni boðað frá, at Brandur Hendriksson er so mikið birgur, at hann var tøkur til dystin týskvøldið heima móti KFUM Oslo. 

Úrslitið av dystinum var, at liðið hjá Mikkjali Thomassen vann 1-0 við máli, sum Jóannes Bjartalíð legði upp til.

Brandur Hendriksson byrjaði á beinkinum, og kom á vøllin tá 20 minuttir vóru eftir av dystinum.

[object Object]
Mynd: Fredrikstad


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2023

48 Leygardagur 20. mai 2023

Heidi í hopla

Tað var eingin ivi, tá besti spælarin hjá kvinnum í apríl skuldi veljast. Stóri atkvøðuslúkurin og vinnarin gjørdist Heidi Sevdal hjá NSÍ

Annika Due Jacobsen handaði í dag Heidi Sevdal gávukekkin og glasstandmyndina, sum staðfesta, at hon var best í apríl (Mynd: Hjalmar Jóhan Juul)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hon hevur skorað heili 14 mál í seks teimum fyrstu landskappingardystunum í ár. Harumframt hevur hon lagt upp til fleiri mál og sum heild verið væl spælandi, og hetta sást væl aftur í atkvøðugreiðsluni, tá besti spælarin Betri Deildini hjá kvinnum í apríl skuldi veljast.

Tað eru venjararnir í Betri Deildini og umboð fyri miðlarnar, sum greiða atkvøðu. Og fyri apríl var sera breið semja um eitt navn: Heidi Sevdal. Umframt Heidi vóru Mona Rasmusdóttir úr Víkingi og KÍ-spælararnir Tóra Mohr og Eyðvør Klakstein eisini millum tær, sum fingu fleiri atkvøður, men toppskjúttin úr NSÍ var ikki til at fáa aftur.

- Eg eri sjálvandi sera errin av at fáa hendan heiðurin, og tað hevur nógv at siga fyri okkum øll rundanum liðið. Eingin leikari ger nakað einsamallur, men allar á liðnum gera sítt til, at vit kunnu spæla so væl sum gjørligt, og at vit kunnu skora nogv mál,so hesin heiðurin fer sjalvandi eisini til minar viðleikarar og venjaratoymið, sigur Heidi Sevdal.

- Sum ein av offensivu leikarunum fari eg inn til hvønn dyst við tí fyri eyga at vinna dystin, at gera mítt besta, at skapa malmøguleikar og at skora mál. Tað er eisini mín høvuðsuppgáva á liðnum, leggur hon afturat.

Hesa uppgávuna loysti Heidi eisini til fulnar tá NSÍ á heimavølli vann stórsigur móti EBS/Skála. Vespurnar vunnu heili 7-1, og Heidi skoraði ikki færri enn fýra mál.

Tað var Annika Due Jacobsen, starvsnevndarlimur í NSÍ, sum undan dystinum handaði Heidi heiðurin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2023

49 Leygardagur 20. mai 2023

Samstarvið millum Søby og Neistan endað - skal til KÍF

Royndi Rasmus Søby skiftir nú bláa búnan út við ein reyðan. Neistin hevur eisini boðað frá, at venjarin Stina Madsen fer úr felagnum

Eftir seks ár í Neistanum skal 38-ára gamli Rasmus Søby úr Randers royna nakað annað í Føroyum. Hann skal hjálpa besta liðnum hjá KÍF og samstundis styrkja um ungdómsarbeiði í felagnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í 2017 kom parið Stina Madsen og Rasmus Søby til føroyska høvuðsstaðnum úr Danmark. Tey komu fyrst og fremst fyri at spæla fyri Neistan.

Síðani hava tey tikið nógvar ymiskar uppgávur á seg, og hava bæði venjarar hjá ungdóminum. Rasmus Søby gjørdist skjótt lykleikari hjá monnunum og ein profilur í deildini. Lámi bakkurin avgjørdi steypafinaluna móti grannunum úr Kyndli í 2019.

Eftir at Stina Madsen gavst, gjørdist hon skjótt venjari á besta kvinnuliðnum. Hon hevur verið høvuðsvenjari tvey tey seinastu árini. 

Í vikuni takkaði Neistin Rasmus og Stinu fyri tey seks árini, í samband við at tað var kunngjørt, at samstarvið millum partarnir var endað.

- Rasmus og Stina leggja nógv gott eftir seg. Neistin takkar Stinu og Rasmus fyri gott samstarv árini tey hava verið í felagnum og ynskja teimum alt tað besta í framtíðini.

[object Object]
Stina Madsen var í fleiri ár at síggja á vinstra vongi hjá Neistanum - seinastu tvey árini hevur hon verið høvuðsvenjari hjá liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Til Kollafjarðar at spæla og vera venjari
Tað er longu greitt, hvar hondbóltsframtíðin hjá Rasmusi Søby liggur. Hon er ikki langt frá høvuðsstaðnum - KÍF skrivaði soleiðis á Facebook-síðu sínari mikudagin:

- Vit eru sera fegin um at kunngera, at KÍF og Rasmus hava gjørt avtalu fyri komandi kappingarár. Rasmus hevur verið ein stórur profilur í føroysku kappingini í nógv ár, og er hann júst komin fyri seg aftur eftir skaða. Hann sigur, at hann gleðir seg at byrja at spæla ordiligt aftur, og vit eru fegin um, at hann hevur valt KÍF.

Umframt at spæla fyri besta mansliðið, skal Rasmus eisini venja ungdómslið hjá felagnum í Kollafirði. KÍF tapti fyri stuttum fjórðingsfinalu móti Team Klaksvík, og endaði við silvurheiðursmerki í steypakappingini eftir spennandi finalu móti H71.

Tað er óvist, hvar hondbóltsframtíðin hjá Stinu Madsen liggur.


[object Object]
Rasmus Søby í nýggja búna sínum (Mynd: Kollfjarðar Ítróttafelag)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2023

50 Leygardagur 20. mai 2023

Nykøbing Falster tapti finaluna greitt

Annika Fríðheim Petersen var á vøllinum eina løtu í European League-finaluni. NHF skal nú spæla hálvfinalur í DM-stríðnum

Annika Fríðheim Petersen hevur ikki nógvar dystir eftir fyri NFH. Eftir Final Four í European League eru nú avgerandi dystir eftir í danska meistarastríðnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var ein serligur dagur fyri føroyskan hondbólt sunnudagin, tá Annika Fríðheim Petersen var við í einari evropeiskari finalu.

23-ára gamli málverjin úr Hoyvík hevði, saman við liðfeløgunum í Nykøbing Falster Håndbold, spælt seg í finaluna í EHF European League, sum er næststørsta evropeiska kappingin. Leygardagin eydnaðist tað Nykøbing Falster at vinna á Borussia 09 Dortmund eftir brotsskastskapping í hálvfinaluni.

Donsk mótstøða var í Graz í finaluni sunnukvøldið. Ikast Håndbold hevur verið nakað betri enn NHF í ár, og var tí favorittur, men í steðginum var Nykøbing Falster á odda 15-14. 

Í seinna hálvleiki gekk tó galið. Tað eydnaðist ikki at loysa álopsspælið serliga væl, og Ikast fekk 17 mál eftir steðgin. Annika kom ein løtu inn í málið at avloysa fyrstavalið, Cecile Greve, men fyritreytirnar vóru ringar, og føroyski landsliðsmálverjin fekk ikki fatur á nøkrum bólti.

Hon og hinar á liðnum kunnu tó vera ernar um at hava rokkið so langt í kappingini. Eftir 31-24 tapið snýr tað seg um at hyggja frameftir móti DM-hálvfinalunum móti Esbjerg, sum eru á skránni í dag og týsdagin.

Annika Fríðheim Petersen skiftir í summar til bestu norsku deildina og felagið Follo HK. Hetta er millum annað fyri at fáa meira spælitíð. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. mai 2023

51 Leygardagur 20. mai 2023

Elisabeth skal svimja fyri Georgia Tech

Georgia Tech er høgt í metum millum amerikansk universitet, bæði tá ið tað kemur til tað akademiska og tað ítróttarliga. Hetta kann metast við at fáa sáttmála í Premier League, skrivar Havnar Svimjifelag

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Unga stjørnuskotið, Elisabeth Erlendsdóttir, hevur gjørt avtalu við universitetið Georgia Tech, um at byrja har komandi ár, boðar Havnar Svimjifelag frá.

– Elisabeth Erlendsdóttir, ið byrjaði at svimja sum seks ára gomul við Havnar Svimjifelag, vísti tíðliga svimjitalent, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Víst verður m.a. á, at hon var 14 ára gomul, tá ið hon fyrstu ferð kláraði kravtíð til Oyggjaleikir á Gibraltar 2019 og var tá yngsti luttakari úr Føroyum, og í fjør vann Elisabeth heiðurslønina Stjørnuskot 2021 á Ítróttafagnaðinum, sum ÍSF skipar fyri.

– Hennara áhaldni og dirvi vísti skjótt, at hon mátti uttanlands at fáa sær tær avbjóðingarnar, sum skulu til, so at hon áhaldandi kann menna seg, og hon fór tí yvirum hav á high school: “The Bolles” í Jacksonville Florida, sum er fremsti skúlin innan svimjing í USA. Har hevur hon gingið á miðnámsskúla og svomið fyri The Bolles Sharks.

– Elisabeth umboðaði Havnar Svimjifelag á Danish Open í ár, har hon m.a. svam seg til eina gullnál í 50 metra rygg við tíðini 29,94 á langgeil, sum svarar til 731 FINA-stig, tað vil siga, at hon er millum top 27 prosent í heiminum í 50 mmetra rygg á langgeil.

[object Object]
Í fjør vann Elisabeth heiðurslønina Stjørnuskot 2021 á Ítróttafagnaðinum, sum ÍSF skipar fyri (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Tað gongur so mikið væl hjá Elisabeth, at hon nú hevur gjørt munnliga avtalu við universitetið Georgia Tech, um at byrja har komandi ár, og tað er ikki bara-bara.

– Georgia Tech er høgt í metum millum amerikonsk universitet, bæði tá ið tað kemur til tað akademiska og tað ítróttarliga. Hetta er á hædd við at fáa sáttmála í Premier League hevði talan verið um fótbólt, skrivar Havnar Svimjifelag.

– Georgia Tech er í bestu deildini (Division 1) í NCAA, bæði hjá monnum og kvinnum, og er í løtuni styrkismett sum nr. 14 í kappingini hjá kvinnum. Í 2016 vann Georgia Tech Women’s NCAA Division 1. Melanie Margalis, sum hevur gingið á skúla har, var við til at vinna OL-gull í 4x200 frí í Rio 2016, og hon er nú venjari á Georgia Tech, afturat høvuðsvenjaranum Courtney Shealy Hart, sum vann tvey OL-gullheiðursmerkir í Sydney 2000.

– Vit í Havnar Svimjifelag eru sera errin av Elisabeth, sum er eitt fyrimyndarligt umboð fyri felagið og fyri Føroyar, skrivar svimjifelagið.

Elisabeth Erlendsdóttir fer aftur í ár at umboða Føroyar á Oyggjaleikunum, sum í ár verða í Guernsey. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2023

52 Leygardagur 20. mai 2023

Fýra fimleikarar til Finnlands at kappast

Útlitini eru góð sigur Fimleikasambandið. Tey fýra far at kappast um norðurlendska meistaraheitið

(Mynd: Fimleikasamband Føroya)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hósmorgunin fór Fimleikasambandið til Helsinki í Finnlandi við fýra ungum fimleikarum. Tað eru Anna Sofía Bjarnastein Højsted, Mia Højgaard, David Hallson Dalsgard og Ari Poulsen, sum fara at umboða Føroyar um vikuskiftið, har tey fara at kappast um norðurlendska meistaraheitið. NM er ein amboðskapping fyri Junior og Youth.

Venjarnir sum fara við eru Rúni Lamhauge frá Støkk, og Camelia M Mindricel frá Havnar Fimleikafelag.

Tá Fimleikasambandið fer til eina kapping sum hesa, skulu dómarar altíð vera við, og á hesum sinni er tað ein av okkara altjóða dómarum, Anna Margit Dalsgaard Thomsen, sum kemur at døma á kvinnusíðuni. 

- Útlitini eru góð, so vit gleða okkum at síggja, hvussu tað fer at gangast okkara fimleikarum. Fimleikasambandið ynskir teimum bestu eydnu til kappingina, skrivar fimleikur.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mai 2023

53 Leygardagur 20. mai 2023

DM í amboðsfimleiki: Heiðursmerki til Havnar Fimleikafelag

Við trimum gull heiðursmerkjum og tveimum silvur gjørdist Aron D. Jacobsen samanlagt besti fimleikarin í ríkinum hjá monnum í amboðsfimleiki, og Bjarki Johannesen vann silvur í rekk, bronsu í beinsveiggj og gólv, og gjørdist triðbestur í danska kongaríkinum í all-around

(Havnar Fimleikafelag)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið vóru íðkarar úr Havnar Fimleikafelag í Keypmannahavn, har teir luttóku í DM í amboðsfimleiki, og gjørdist tað til fleiri heiðursmerkir hjá teirra fimleikarum, skrivar fimleikafelagið.

Leygardagin var kapping fyri juniorar, og har vunnu føroyingar fleiri heiðursmerki. Hjá kvinnunum vann Mia Højgaard silvur í barr. Bjarki Johannesen vann silvur í rekk, bronsu í beinsveiggj og gólv, og gjørdist triðbestur í danska kongaríkinum í all-around.

Sunnudagin vóru finalurnar hjá teimum eldru í DM, og tá fingu føroysku fimleikararnir eisini fleiri heiðursmerkir. Aron D. Jacobsen vann gull í gólv, beinsveiggj og ringum. Eisini vann hann silvur í paralell barr og í rekk. Við trimum gull heiðursmerkjum og tveimum silvur heiðursmerkjum gjørdist Aron samanlagt besti fimleikarin í ríkinum hjá monnum í amboðsfimleiki.

Hóast fleiri skaðar stóðu hinir luttakararnir úr Føroyum seg eisini avbera væl og fingu eisini sera góð úrslit, hóast tað ikki rakk til heiðursmerkir, skrivar Havnar Fimleikafelag.

Fimleikararnir hjá Havnar Fimleikafelag, sum luttóku í DM vóru: Mia Højgaard, Anna Sofía B. Højsted, Astrið Breckmann, Rókur Sumberg Vestergaard, Bjarki Johannesen, Teitur Karbech í Hjøllum, Torleivur Christiansen, og Aron D. Jacobsen, og Hjálmar Allansson Dalsgarð, sum í løtuni eru búsitandi í Danmark, venja við ávikavist Gefion og AIG.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. mai 2023

54 Leygardagur 20. mai 2023

Nýggja fimmannafarið hjá Eiðis róðrarfelag

Gentumanning av Eiði fer at manna Kellingina

(Mynd: eidi.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Farna hóskvøld var nýggi kappróðrarbáturin hjá Eiðis Róðrarfelag navngivin og flotaður.

Navnið gjørdist Kellingin, og tað verða genturnar hjá Eiðis Róðrarfelag, sum fara at rógva nýggja fimmmannafarið.

Á hátíðarhaldinum segði formaður felagsins, Jógvan Olivur Kallsoy nøkur orð um bátin. Eftir hetta varð Kellingin flotað, og sannur hátíðardámur legðist yvir fjøldina. Hetta er fyrsti nýbygningur hjá felagnum síðan 1987.

Fleiri myndir á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2023

55 Leygardagur 20. mai 2023

Her er skráin til MMA Føroyar

Í kvøld klokkan hálvgun seks fer fyrsti dysturin í gongd í Høllini á Hálsi, og klokkan 21 fer Fróði Vitalis Hansen undir sín seinasta dyst sum yrkiskempari

Fróði Vitalis Hansen í kvøld undir sín seinasta dyst sum yrkiskempari
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður seinnapartin, at MMA Føroyar fer av bakkastokki, og at føroyski Fróði Vitalis Hansen fer at kempa í sínum seinasta dysti sum yrkiskempari.

Skráin fevnir um sjey dystir frá klokkan hálvgun seks til klokkan 21 tá síðsti dysturin byrjar.

Seinasti dysturin er nevniliga millum Fróða Vitalis Hansen og Mourad "buffer" Serrar úr Luksemborg.

Skráin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mai 2023