Leygardagur 24. juni 2023 | Nr. 25 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 6
SíÐa 7
SíÐa 38
SíÐa 54
SíÐa 48
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Í Blaðnum Vikuskifti hesa vikuna er tað ikki ein vanlig oddagrein, skrivað til dagin, sum er at lesa á hesum stað.
Í staðin loyva vit okkum at endurgeva eitt lítið brot úr eini røðu, ið varð hildin í vikuni:
“Og eg seti mær sjálvum og tykkum spurningin: Finst nakað hægri enn eg sjálvur? Finst ein størri heild ella felagsskapur, sum eg og tú eru villig at ofra okkum fyri?
Hygg t.d. at føroyska og evropeiska kjakinum um Russland, sum nú hevur latið bumburnar regnað oman yvir børn og vaksin í Ukraine í hálvtannað ár við ræðuligum menniskjansligum avleiðingum. Vit vilja so fegin gera okkurt, signalera okkurt, men tað skal helst ikki kosta nøkrum nakað sum helst.
Vit menniskju, sum liva í 2023, eru ríkari, tryggari og frælsari enn nakrantíð fyrr í søguni hjá mannaættini. Tað er í sjálvum sær heilt fantastiskt, og tað er eftir mínum tykki hol í høvdið at romantisera fortíðina, tá fólk doyðu av tuberklum, hungur herjaði, skip gingu burtur í hópatali, og alt ov nógvar kvinnur doyðu í barsilssong. Men kanska merkir øll hendan vælferðin og ríkidømið og tryggleikin, at vit missa rástyrkina, tá kreppur raka. Vit missa hugin til at stríðast, um okkurt kann kosta mær og mínum.”
Orðini eigur Heini í Skorini. Søgd í eini røðu, ið varð hildin á pisufundinum í Havn hósrdagin. Í staðin fyri at fortelja teimum ungu, vøkru og kátu studentunum, ið júst høvdu fingið sítt prógv, vanligu røðuna um at heimurin stendur opin, at tey eru frí sum fuglurin og hava eina bjarta framtíð fyri framman, valdi Heini í Skorini at taka útgangsstøði í einum næstan 80 ára gomlum brævi frá einum deyðadømdum ungum manni til mammu sína.
Ein røða, sum hevði nærum øvugtan boðskap. “Eg eri bert eitt lítið ting”, skrivaði ungi danski frælsisstríðsmaðurin, Kim Malthe-Bruhn, í uggandi brævinum til mammuna har hann við klársjón bara staðfesti og góðtók sína lagnu, vælvitandi at hann hevði stríðst fyri tí rætta.
Hugburðurin er ikki tann sami í okkara døgum, har vit taka alt ov nógv fyri givið og har krøvini og væntanirnar til eydnast alt ov ofta raka øvugt og geva ungum fólkum sár á sálina.
Røðan hjá Heina í Skorini er verd at lesa. Hon liggur beint undir hesari oddagrein. Lesið!
“Jeg er kun en lille ting”. Um mótgongd og mótstøðuføri, styrki og stríð, vilja og vinaløg
Pisurøða í Viðarlundini í Havn, 23-06-2023
Tað er 6. apríl í 1945. Ein 22 ára gamal, ungur og vakur drongur situr í einum myrkum fongsulskliva í Keypmannahavn. Drongurin hevur júst fingið at vita, at nú er hansara seinasta stund komin. Tí nú skal hann avrættast. Skjótast.
Drongurin eitur Kim Malthe-Bruun, og hann hevur verið virkin í donsku mótstøðurørsluni, sum stríddist ímóti Hitler og Nazitýsklandi, eftir at Danmark varð álopið og hersett av týska herinum í apríl 1940. Mótstøðurørslan var ein rørsla av sjálvbodnum ofta ungum monnum og kvinnum, nøkur fá túsund fólk, sum fóru í hernað ímóti týska herinum undir Øðrum Veraldarbardaga. Fleiri av hesum vórðu tikin til fanga av týskum myndugleikum í Danmark, sett í fongsul, torturera og dripin. Kim Malthe-Bruun hevur luttikið í fleiri hernaðarligum álopum ímóti týskum herdeildum í Danmark. Men hann verður handtikin av týsku løgregluni, settur á ákærubonkin í einum krígsrætti í Keypmannahavn og hevur nú fingið sín endaliga deyðadóm. Bert 22 ára gamal, og bert ein mánaða áðrenn kríggið endar.
Kim Malthe-Bruun
Men áðrenn hann fær eina kúlu fyri pannuna, sleppur hann at skriva eitt bræv, eina seinastu heilsan, og hann velur at skriva til mammu sína. Kim skrivar m.a. soleiðis:
”Kære Mor.
Jeg ved, at du er en stærk kvinde, og at du vil tage dette. Men hører du. Det er ikke nok, at du tager det, du skal også forstå det. Jeg er kun en lille ting, og min person vil meget snart være glemt. Men den idé, det liv, den inspiration, der fyldte mig, vil leve videre.”
”Jeg er kun en lille ting”, skrivar hesin 22 ára gamli drongurin uggandi til mammu sína, áðrenn hann verður leiddur út á eina grøna park á Østerbro, sum minnir um hendan grøna blettin, har vit standa nú.
Góðu pisur. Ein dag sum í dag er vónandi fjart frá tykkum at hugsa, at ”jeg er kun en lille ting”. Í dag eru tit stjørnurnar, tit eru hetjurnar, tit eru framtíðin. Tá eg fekk húgvuna fyri eftirhondini nógvum árum síðani, helt eg heldur ikki, at eg var nakað lítið menniskja. Nei, eg var høvuðspersónurin í mínum lívi, eins og tit eru høvuðspersónar í tykkara lívi. Heimurin lá fyri mínar føtur, eins og hann liggur fyri tykkara. Eg var í kontroll og helt, at onki kundi ganga galið.
Men sum árini eru gingin havi eg – sum so nógv onnur – á ymsan hátt funnið útav, at tað passar, sum Kim skrivar. Jeg ER kun en lille ting. Lívið kann nevniliga vera nógv størri, myrkari, skroypiligari og meiri ræðandi, enn eg gav mær far um fyri 20 árum síðani.
Summi tykkara vita longu alt ov væl, hvussu tað er at stríðast og hava ilt í sálini og kenna seg sum ”en lille ting”. Og onnur av tykkum hava enn til góðar at finna útav, hvat veruligur mótvindur er. Vit verða so ymiskt viðfarin av lagnuni, og lívið ER hamrandi órættvíst. Men eitt er púra vist, og tað er, at tey allar, allar flestu menniskjuni fyrr ella seinni uppliva mótgongd. Og mótgongdin kann koma í ymsum útgávum. Sjúka. Stúranir. Ótti. Skomm. Sorg. Ring samvitska. Ein tyngjandi fortíð. Kenslan av at vera miseydnað/ur. Og kenslan av, at onnur hava eitt nógv betri lív enn eg.
Jeg er kun en lille ting.
Í okkara grannalondum verður tosað nógv um, hví mongdin av sálarligum diagnosum er eksploderað, og hví nøgdin av ungum menniskjum við sálarsjúkum er fleirfaldað. Eg skal ikki gera meg klókan uppá hesa gongdina og hesi tølini, sum er eitt stórt og kompliserað fakligt kjak í sær sjálvum.
Men eg loyvi mær onkuntíð at hugsa, at vit liva í eini samtíð, sum hevur gloymt orðini hjá týska filosoffinum, Arthur Schopenhauer: ”At liva er eitt líða”. At hava tað ringt er ein integreraður og fullkomiliga natúrligur partur av lívinum.
Og jú betri amboð vit hava at ”flasha” okkara ytra lív, jú verri kann tað ganga í okkara innara lívi. Jú betri vit duga at marknaðarføra okkara perfekta lív á alskyns digitalum miðlapallum í eini sjálvupptiknari selfie-mentan, jú meiri órealistiskar kunnu okkara væntanir til lívið gerast.
Heini í Skorini (Mynd: Olaf Olsen)
Eg havi onkuntíð fyrr staðið her og prædika um týdningin av at hava stórar dreymar og glæsiligar visjónir. Tú skalt bara fylgja tínum dreymum og blíva júst tað, tú vilt. Og eitt samfelag hevur sanniliga brúk fyri undangongufólkum, sum hugsa stórt, flyta mørk og seta nýggj mál.
Men mítt erliga ynski fyri tykkum og okkum øll er, at vit eisini hava realistiskar – ikki bara stórar men realistiskar – hugsanir um framtíðina og lívið, sum bíðar. At vit ikki billa okkum inn, at man kann liva eitt lív uttan mótgongd og myrkar tíðir. Og at vit eru til reiðar, tá tilveran sparkar beinini undan okkum. At vit hava neyðugu rástyrkina og mótstøðuføri at lenda og reisa okkum aftur, tá vit uppliva, hvussu lítil og skroypilig vit kunnu vera.
“Jeg er kun en lille ting, og min person vil meget snart være glemt”, skrivar Kim Malthe-Bruun úr sínum fongsulskliva. Men hann steðgar ikki har. Hann skrivar víðari til mammu sína, at
”Den idé, det liv, den inspiration, der fyldte mig, vil leve videre. Du vil træffe den overalt, i træerne om foråret, i mennesker, du møder på din vej, i et kærligt lille smil.”
Kim tykist siga við mammu sína, at tað finst nakað, sum er størri og týdningarmiklari enn ein sjálvur. Fyri Kim og hansara mannligu og kvinnuligu kammeratar í donsku mótstøðurørsluni snúði tað seg um lív ella deyð, frælsi ella kúgan, demokrati ella einaræði. Tey ofraðu seg fyri ein størri felagsskap og eitt frítt samfelag, sum ein eirindaleysur fíggindi vildi týna.
Og eg seti mær sjálvum og tykkum spurningin: Finst nakað hægri enn eg sjálvur? Finst ein størri heild ella felagsskapur, sum eg og tú eru villig at ofra okkum fyri?
Hygg t.d. at føroyska og evropeiska kjakinum um Russland, sum nú hevur latið bumburnar regnað oman yvir børn og vaksin í Ukraine í hálvtannað ár við ræðuligum menniskjansligum avleiðingum. Vit vilja so fegin gera okkurt, signalera okkurt, men tað skal helst ikki kosta nøkrum nakað sum helst.
Vit menniskju, sum liva í 2023, eru ríkari, tryggari og frælsari enn nakrantíð fyrr í søguni hjá mannaættini. Tað er í sjálvum sær heilt fantastiskt, og tað er eftir mínum tykki hol í høvdið at romantisera fortíðina, tá fólk doyðu av tuberklum, hungur herjaði, skip gingu burtur í hópatali, og alt ov nógvar kvinnur doyðu í barsilssong. Men kanska merkir øll hendan vælferðin og ríkidømið og tryggleikin, at vit missa rástyrkina, tá kreppur raka. Vit missa hugin til at stríðast, um okkurt kann kosta mær og mínum.
Men kaga vit aftur í skilnaðarbrævið hjá Kim Malthe-Bruun, heitir hann á okkum um ikki at óttast mótgongdina og pínuna í lívinum:
”Kære Mor. Du føler en skæren i sindet, det er sorgen, siger man. Men se nu længere. Husk nu (…) at al smerte kan blive til lykke (…) Sandheden er, at efter smerte kommer dybde, og efter dybde kommer frugt.”
Eftir líðing kemur dýpd, og eftir dýpdina kemur fruktin. Tað verður av og á tosað um eina diagnosu, sum eitur PTSD, ein stytting fyri “post-traumatic stress disorder.” Tað er, tá tú hevur upplivað mótgongd og ógvusligar upplivingar, sum blíva við at plága. Og tað finst tíverri líðing, sum bara er oyðileggjandi og einki gott hevur við sær. Men ein góður vinmaður, ein sálarfrøðingur enntá, tosaði ein dagin um eitt annað hugtak, sum rópast PTG, ein stytting fyri “post-traumatic growth”. Tað er, tá vit vaksa og gerast sterkari og betri menniskju ígjøgnum mótgongd og líðing. “Efter smerte kommer dybde, og efter dybde kommer frugt.” Minst til tað, tá kreppan rakar, ella tú upplivir, at lívið ikki háttaði seg júst soleiðis, sum tú væntaði, tá tú stóð við húgvuni á høvdinum ein vakran summardag í plantasjuni í Havn.
Kim Malthe-Bruun endar sítt bræv við at nevna nøkur av teimum, sum hann elskar.
“Kære mor.
Jeg vil få lov til at vokse mig stor og moden, jeg vil leve videre hos jer, hvis hjerter jeg engang fyldte (…) Tiden er kort, jeg kan ikke rigtigt forklare det, men mit sind er fuldkommen roligt (…) Jørgen sidder her foran mig og skriver konfirmationsbrev til sin datter. Vi har levet sammen, og nu dør vi sammen, to kammerater (…) Endelig er der børnene, de har stået mig så nær i den sidste tid, og jeg havde glædet mig til at se dem og leve lidt sammen med dem igen. Jeg håber, at deres sind må trives frit og aldrig under ensidig påvirkning.”
Seinastu orðini hjá Kim snúgva seg um hansara nærmastu og um tær tøttu relatiónirnar í lívinum. Og júst týdningurin av góðum og tøttum sosialum sambondum við okkara medmenniskju er tann einfalda niðurstøðan í heimsins størstu og longstu granskingarverkætlan um lívsgóðsku, sum eitur Harvard Happiness Study. Verkætlanin byrjaði í USA í 1938, tá granskarar byrjaðu at fylgja lívinum hjá 238 heilt ungum monnum úr øllum samfelagsløgum. Síðani eru allir teirra eftirkomarar og makar eisini komin uppí hesa verkætlan, sum systematiskt – ár út og ár inn í 80 ár – hevur kannað lívsgóðskuna og heilsuna hjá yvir túsund fólkum ígjøgnum eitt heilt lív. Ikki bara við samrøðum, men við alskyns heilsukanningum, heilaskanningum o.s.fr. Og tá summir granskarar eru farnir á pensión, hava aðrir tikið við. Hendan verkætlan hevur dokumenterað, hvussu summi menniskju, sum høvdu eitt hart og trupult útgangsstøði í lívinum, kortini hava fótað sær og fingið eitt gott lív; men eisini hvussu onnur, sum vórðu fødd inn í góðar og priviligeraðar umstøður, hava havt eitt hart og trupult lív. Hvat er úrslitið? Hvat skapar eitt gott lív? Pengar? Status? Karriera? Arbeiði?
Niks. Tann týdningarmesti einstaki faktorurin, sum í longdini skapar mest eydnu, nøgdsemi og góða heilsu, eru tættar og góðar sosialar relatiónir til tíni medmenniskju. Tað snýr seg ikki um, hvussu nógvar vinir og sosial sambond ein hevur online ella offline, men um kvalitetin á okkara sosialu sambondum við familju, vinir, arbeiðsfelagar og onnur. Hinvegin kann einsemi og konfliktir vera eitrandi fyri okkara lív og heilsu. Og man kann gott vera einsamallur mitt í eini smílandi mannamúgvu, á sosialum miðlum – sum ikki altíð eru so sosialir – í eini familju ella í einum forholdi. Ansið væl eftir tykkara vinaløgum. Verið altíð konstruktiv og opin yvir fyri nýggjum menniskjum sum vit hoyrdu fyri løtu síðani – eisini teimum, sum eru øðrvísi enn tit, og sum hava onnur sjónarmið. Tí meiningin er kanska at finna, sum Kim skrivar,
“i træerne om foråret, i mennesker, du møder på din vej, i et kærligt lille smil.”
Hjartaliga tillukku við húgvuni og próvnum og takk fyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. juni 2023
– Í samsvari við, at Nato í størri mun enn fyrr hevur strategiskt fokus á Norðurhøv, hevur tað týdning, at Føroyar taka virknan lut í teimum tilgongdum, ætlanum og avgerðum, sum kunnu ávirka trygdar- og verjupolitisku gongdina um okkara leiðir, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður
– Landsstýrið hevur í fleiri umførum sett fram ynski á fundum við danskar myndugleikar um at taka lut á viðkomandi Nato-fundum, tá ið mál og viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, eru á skrá.
Tað svarar løgmaður millum annað í einum 52a fyrispurningi frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni hjá Miðflokkkinum.
Jenis av Rana hevur m.a. spurt løgmann, hvussu langt ætlanirnar eru komnar um at senda "ein føroyskan ministara" saman við danska uttanríkismálaráðharranum á NATO-fundir, og hvør hevði skulað umboðað Føroyar á slíkum fundum.
– Í samsvari við, at Nato í størri mun enn fyrr hevur strategiskt fokus á Norðurhøv, hevur tað týdning, at Føroyar taka virknan lut í teimum tilgongdum, ætlanum og avgerðum, sum kunnu ávirka trygdar- og verjupolitisku gongdina um okkara leiðir. Vónandi bera ætlanirnar hjá landsstýrinum á mál innan ikki alt ov rúma tíð, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
– Á Nato-toppfundum luttaka vanliga stjórnarleiðarar. Eisini eru aðrir fundir, har ávikavist uttanríkisráðharrar og verjumálaráðharrar hittast. Til hetta slag av fundum verða tað ávikavist løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, sum taka lut og umboða Føroyar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2023
Læknafelagið hevur spurt limirnar, hvørja áskoðan teir hava til galdandi fosturtøkulógina frá 1956, og bert tríggir av 119 læknum siga seg vera ímóti at broyta lógina, meðan 106 læknar halda, at tað skal vera upp til kvinnuna at taka avgerð um fosturtøku
Undanfarna fríggjadag boðaði Løgmálaráðið frá, at Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur gjørt av at fara undir at endurskoða fosturtøkulógina.
Grundgevingin er, at galdandi lógin er frá 1956, og er tíðin komin at gera lógina meira tíðarhóskandi. Og hesum taka flestir limir í Læknafelagnum undir við.
Tað vísur ein kanning, sum Læknafelagið hevur gjørt.
Læknafelagið ynskti at geva sítt íkast til kjakið um fosturtøkulógina, og skipaði felagið tí fyri orðaskifti millum limirnar á fundi 3. mai, og niðurstøða var, at Læknafelagið skuldi spyrja limirnar um teirra áskoðan um lógina, sum leggur eina serliga ábyrgd á læknar, sum kunnu fáa fongulsrevsing, um teir ikki umsita lógina rætt, skrivar felagið.
11. mai sendi nevndin í Læknafelagnum tí spurnablað til limirnar um galdandi fosturtøkulógina.
– Vit sendu íalt 242 teldupostar, men vit høvdu ikki teldupostadressu hjá 11 limum, sum tískil ikki fingu høvi at siga sína áskoðan. Vit sendu eina áminning 22. mai og lokaðu kanningina 1. juni. Tað var bert møguligt at velja ein av svarmøguleikunum. Í alt 119 svaraðu.
Kanningin vísti, at meginparturin av læknunum halda, at kvinnan sjálv skal taka avgerðina um fosturtøku. Hin vegin eru tað eisini limir sum hava onnur sjónarmið, íroknað at fosturtøka eigur at vera loyvd í færri førum enn í dag.
Tríggir læknar, ella 2,5 prosent av teimum, ið svaraðu, halda, at galdandi lóg frá 1956 ikki eigur at verða broytt. Hinvegin halda 106 læknar, ella 89,1 prosent, at galdandi lóg eigur at verða broytt, so tað er upp til kvinnuna at avgera, um hon vil enda graviditetin innan ávíst tíðarmark.
Fimm læknar, ella 4,2 prosent, halda, at galdandi lóg eigur at taka burtur ásetingarnar í lógini um revsing, men annars eigur hon ikki at vera broytt.
Tveir læknar, ella 1,7 prosent, halda, at lógin skal herðast, so færri umstøður geva atgongd til fosturtøku enn í dag, t.d. kynslig brotsgerð móti kvinnuni ella at fostrið hevur eitt brek, sum ger at tað sannlíkt ikki kann liva eftir føðing.
Tríggir læknar, ella 2,5 prosent, halda, at fosturtøka bert skal verða loyvd, um lívið hjá kvinnuni er bráðfeingis hótt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2023
Spf. Henning Larsen North Atlantic við viðurkenda arkitektinum úr Gøtu, Ósbjørn Jacobsen, vann arkitektakappingina um nýggjan felagsbygning til Fróðskaparsetur Føroya
Setursbýlingurin á Frælsinum tekur nú av álvara skap.
Hósdagin kunngjørdi Ólavur Ellefsen, formaður í dómsnevndini, at Spf. Henning Larsen North Atlantic við viðurkenda føroyska arkitektinum, Ósbjørn Jacobsen, hevur vunnið arkitektakappingina um nýggjan felagsbygning, sum er partur av kampusætlanini. Vinnararnir kalla uppskotið Kampus Frælsið.
Uppgávan hjá arkitektunum hevur verið at geva lesandi, starvsfólki og vitjandi eitt savnandi og stimbrandi lestrarumhvørvi, og at bygningurin skal laga seg til lendið, nærumhvørvið og taka atlit at fjøltáttaða virkseminum, sum er á Fróðskaparsetri Føroya. Eisini skal bygningurin umboða Setrið við tign og arkitektoniskari dygd og vera fyrimynd, tá tað ræður um burðardygga bygging í Føroyum.
Umráðandi hevur verið, at bygningurin skal vera innbjóðandi fyri mongu og sera ymisku áhugapartarnar, sum eru tey lesandi, starvsfólk, rørslutarnað, grannar og fólk til gongu, men eisini taka atlit at, at fólk eru ymisk av lyndi, har summi eru introvert, meðan onnur eru ekstrovert.
Hetta uppskot er háttað sum ein røð av bygningum við mønutekju, sum eru settir saman og forskotnir hvør inn í annan. Arkitektoniska hugsjónin er at skapa ein býling heldur enn ein stóran bygning.
Íblásturin er úr siðbundna føroyska býlinginum og langhúsunum frá víkingatíðini. Hesin byggileistur gevur møguleika at fylgja lendinum, at niðurbróta støddarlutfallið og at laga seg eftir nærumhvørvinum.
Bygningurin verður staðsettur við virðing fyri góðskuni í verandi landslagi, ið verður varðveitt sum uttandura uppihaldsrúm. Innan er bygningurin skipaður við trappu-/gøtuleið og miðtorgi, sum saman skapa ein natúrligan snúningsdepil fyri fjøltáttaða virkseminum á Setrinum.
Rúmliga og programmatiskt er felagsbygningurin skipaður soleiðis, at tryggjað verður eitt stórt og fjølbroytt lestrarumhvørvi við mongum óformligum lestrarplássum. Óformliga eyðkennið verður stuðlað av virkissamansetingini.
KAMPUS FRÆLSI vinnur kappingina, tí uppskotið svarar á ein sannførandi hátt teimum fimm høvuðsfortreytunum í kappingarskránni:
• Byggingin hevur við sínum greiða bygnaði og skarpleitta skjøldri eina eyðkenda vangamynd við stórari atdráttarmegi. Uppskotið er innbjóðandi og ger týðiliga vart við seg í býarmyndini uttan at vera áleypandi. Siðbundnar byggitøkniligar dygdir verða tulkaðar og nýttar at leggja eina burðardygga kós í menningini av Setrinum.
• Bygningurin er karmur um eitt stimbrandi lestrarumhvørvi við stórum fjølbroytni, bæði í sambandi við arbeiðspláss og sansaliga góðsku. Byggingin fevnir bæði stórum tiltøkum og meiri inniligum arbeiðsstøðum. Sjónliga sambandið millum ymsu bygningspartarnar stuðla upp undir upplivingina av Setrinum sum ein felags karmur.
• Yvirskipaða arkitektoniska hugtakið rúmar stóran virkisligan smidleika. Hetta verður mett at vera ein dygd, bæði í tilrættalegging av verkætlanini, í dagligu nýtsluni av bygninginum og í sambandi við framtíðar tillagingar og útbygging.
• Byggingin er somuleiðis løtt at laga til verandi umstøður og tað undandrag, sum verandi bygningar og eitt óslætt lendi geva. Uppskotið vísir, hvussu bygningurin tillagar seg nærumhvørvið, so verandi dygdir ikki verða burturbeindar, men fevndar á jaligan hátt. Karmurin um og varðveitingin av steinlandslagnum móti Debesartrøð, og nýgerðin av garðinum móti Nóatúni eru góð dømi um hetta. Í víðari arbeiðinum við verkætlanini er tað av stórum týdningi, at steinlandslagið móti Debesartrøð verður varðveitt.
• Uppskotið hevur eina pragmatiska tilgongd til burðardygd og verða tær sosialu, umhvørvisligu og fíggjarligu støðurnar viðgjørdar á ein góðan hátt í yvirskipaða arkitektoniska hugtakinum. Verkætlanin er eitt kærkomið íkast til eina nýggja, meira eyðmjúka og burðardygga leið í føroyskari byggilist.
Tað er ein fortreyt, at dygdirnar í uppskotinum við rúmskipanini av “rúm í rúminum” og nýtslan av sjónligum timburyvirflatum verða varðveittar í víðari verkætlanararbeiðinum. Dómsnevndin mælir til at fylgjandi viðurskiftir fáa serligt eftiransni í víðari arbeiðinum.
• Universal atkoma til allar partar av torginum og gøtuni
• Styrking av sambandi millum Debesartrøð og Nóatún (bæði sjónliga og virkisliga)
• Víðari menning innan burðardygd
• Kanning av møguleikum fyri nýtslu av endurnýtslutilfari á framsíðunum (ístaðin fyri kortenstál)
• Virkisbýti og atkomumøguleikar móti Debesartrøð eiga at umhugsast av nýggjum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2023
Mentanargrunnur landsins stuðlar rithøvunda, myndlistamanni og tónleikara við trý ára løn
Nevndin fyri Mentanargrunn Landsins hevur tikið avgerð um at veita hesum trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða burturav við bókmentum, myndlist og tónlist:
Marjun Syderbø Kjelnæs, Hanni Julius Bjartalíð og Dánjal Dam á Neystabø
Dygdargóður skaldskapur
Bókmentalig faknevnd segði um Marjuna Syderbø Kjelnæs:
“Marjun Syderbø Kjelnæs er ein av okkara virknastu høvundum, sum hevur givið dygdargóðan skaldskap út í 20 ár. Hon er vorðin viðurkend fyri sínar skaldsøgur, yrkingasøvn og leikir. Hon hevur vunnið virðislønir og hevur gjørt vart við seg bæði heima og altjóða. Seinast eru hennara verk “Karmageitin” og “Gentukamarið” tilnevnd bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hon hevur framman undan roynt nýggjar leiðir við listarligum samstørvum við m.a. tónleikaranum Eivør Pálsdóttir og filmsleikstjóranum Sakaris Stórá.
Marjun Syderbø Kjelnæs hevur arbeitt yrkisliga við skriving seinasta árið, og mett verður, at framsøknu ætlanir hennara um m.a. triðja verki í triologiini fara at bera á mál.”
Í nevndini sótu: Óluva Klettskarð og Sámal Soll
Listamaður á høgum listarligum stigi
Myndlistalig faknevnd segði um Hanna Julius Bjartalíð:
“Hanni Julius Bjartalíð er serkendur listamaður á høgum listaligum stigi. Hann hevur eitt afturkenniligt úttrykk, sum hann hevur støðugt ment og dýpt í fleiri áratíggju. Hanni Bjartalíð hevur rannsakað tilfar og tilgongdir og hevur haldgóðar royndir í at mála, prenta, tekna, gera relieff og standmyndir, bæði smáar og stórar. Hansara ætlan er at menna eitt monumentalt, skulpturelt myndamál við støði í abstraktum myndamáli. Lýsta menningin av monumentalum skulpturum er áhugaverd og slóðbrótandi í føroyskum høpi og hevur altjóða dygdir”.
Í nevndini sótu: Solveig Hanusardóttir Olsen og Dagmar Malena Winther
Nælagdur, umhugsin og effektivur
Tónlistalig faknevnd segði um Dánjal Dam á Neystabø:
“Dánjal D. Á Neystabø er nærlagdur, umhugsin og effektivur. Listaliga eru hansara avrik á einum høgum støði, og hansara ætlanir eru sera spennandi. Eisini her er talan um bæði tvørlistaligt, og tvørfakligt arbeiði, ið bendir á framskygni og evni til at flyta mørk. Her er eisini talan um samarbeiði sum koblar Føroyrar saman við útheimin. Dánjal D. á Neystabø virkar til at hava nógv uppá hjarta, og hevur víst við sínum undanfarnu avrikum at tað er talan um haldfastar og gevandi útgávur bæði til børn og vaksin, og ofta øll í senn! Hetta prógvar at hann er førur fyri at skapa list við høgum listaligum virði og góðsku sum ríkar um okkara mentan”.
Í nevndini sótu: Per I. Højgaard Petersen og Atli Kárason Petersen
Umsóknir á sera høgum stigi
Inn komu 23 umsóknir, flestu teirra vóru á einum sera høgum listaligum stigi. Torført hevur verið at taka dagar ímillum dygdargóðu umsóknirnar. Samstundis fegnast grunnurin um fjølbroytnið og gróðurin, sum er á teimum ymsu yrkislistaøkjunum.
Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjarum við støði í verkevni ella verkætlan, sum eftir nevndarinnar meting hava listalig og faklig dygdareyðkenni. Listafólkið skal í einum tríára skeiði arbeiða burturav við síni list. Listafólkalønin svarar til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2023
Á fundinum luttaka allir forsætisráðharrarnir í Norðurlondum. Serligur gestur á fundinum hesaferð er Justin Trudeau, forsætisráðharri í Kanada
Í døgunum 25. og 26. juni tekur løgmaður lut á árliga summarfundinum hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum. Fundurin í ár verur hildin í Vestmannaoyggjum.
Á fundinum skulu forsætisráðharrarnir millum annað umrøða, hvussu til ber at styrkja um mótstøðuførið í samfelagnum í ljósinum av broyttu heimsstøðuni.
Norðurlendska stjórnarsamstarvið byggir á Norðurlendska ráðharraráðið. Á fundinum luttekur eisini aðalskrivarin í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Norðurlendsku forsætismálaráðharrarnir hava evstu ábyrgd av samstarvinum, eins og tað eru teir, ið seta nýggj mál á skrá.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2023
Frá mai 2022 til apríl 2023 utfluttu vit fiskavørur fyri 11,9 milliardir krónur
Útflutningurin av fiskavørum í tíðarskeiðnum mai 2022 til apríl 2023 hækkaði 1,8 milliardir krónur samanborið við tíðarskeiðið mai 2021 til apríl 2022.
Frá mai í fjør til apríl í ár utfluttu vit fiskavørur fyri 11,9 milliardir krónur.
Virðið vaks fyri øll fiskasløg uttan sild, meðan nøgdin samlað minkaði fimm prosent.
Útflutningur av laksi vaks við 582 milliónum krónum, ella 12 prosent. Hinvegin minkaði nøgdin góð 10.000 tons ella 12 prosent.
Størsti vøksturin er fyri vørubólkin 'Annar fiskur'. Hetta er fyri tað mesta fiskamjøl og fóður tilgjørt úr ymsum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 823 milliónir krónur, ella 57 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 28 prosent, skrivar Hagstovan.
Prísurin á upsa heldur fram at vaksa, meðan prísurin á hýsu hevur hevur verið minkandi seinastu mánaðirnar.
Útflutningurin av øðrum vørum, fyri tað mesta olja til útlendsk skip, er vaksin 222 milliónir krónur í tíðarskeiðnum. Hetta svarar til ein vøkstur á 37 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2023
Tað sær út til at vera ein ávísur vøkstur í innflutninginum hjá privatu húsarhaldunum, nú innflutningurin í apríl er uppgjørdur
Í tíðarskeiðnum mai 2022 til apríl 2023 innfluttu vit fyri 12,5 milliardir krónur, ið er tvær milliardir meira enn tíðarskeiðið mai 2021 til apríl 2022, tá innflutningurin var 10,5 milliardir.
Um skip og flogfør ikki verða tald við, eru tølini ávikavíst 11,2 milliardir og 9,7 milliardir – ein munur á 1,5 milliardir krónur, vísa tøl frá Hagstovuni.
Um samanborið verður við tíðarskeiðið frá mars 2022 til februar 2023, er innflutningurin minkaður 323 milliónir krónur. Sostatt sær út til, at stóri vøksturin í innflutningsvirðinum seinasta árið er við at steðga upp.
Innflutningurin av brennievni er vaksin 682,9 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri.
Innflutningurin hjá privatu húsarhaldunum hevur ikki verið í vøkstri seinasta árið, men nú sær út til at vera ein ávísur vøkstur í hesum innflutningi, skrivar Hagstovan.
Eitt nú vaks innflutningsvirðið av vørum til beinleiðis nýtslu 128,9 milliónur krónur, ella 6,7 prosent, og innflutningsvirðið av flutningsførum 56,1 millión krónur, ella 10,2 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2023
Í miðal vóru 3,3 viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva í landinum, vísa tøl hjá Hagstovuni – talið á viðtalum hjá kommunulækna í 2022 var 181.348
Í 2022 var talið á viðtalum hjá kommunulækna 181.348. Tað er tvey prosent færri enn árið fyri.
Í miðal vóru 3,3 viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva í landinum, vísa tøl hjá Hagstovuni.
Konufólk vitjaðu kommunulæknar oftari enn mannfólk. Teirra partur av viðtalunum er 56 prosent. Og tá hugt verður eftir aldursbýtinum sæst, at børn í skúlaaldri vitja kommunulæknan minst, meðan fólk yvir 70 ár vitja kommunulæknan mest, roknað eftir fólkatalinum.
Fægstu viðtalur uttan fyri dagtíð vóru í Suðuroy og Norðoyggjum, meðan flestu viðtalur uttan fyri dagtíð vóru hjá útlendingum og í Suðurstreymoy.
Flestu viðtalur pr. íbúgva vóru í Sandoyarøkinum og fægstu í Norð- og Suðurstreymoyarøkinum og Suðuroy.
Uppgerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi ella sonevndar profylaktiskar viðtalur, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2023
Teknistovan Henning Larsen avdúkar nú hvussu nýggja fartøðin á molanum fer at síggja út
Tað verður um ein sermerktur bygningur, sum havnarfólk fáa sum útsýni, tá tey hyggja oman móti havnarlagnum í framtíðini.
Skjótt verður farið í gongd við at byggja nýggja farstøð til Smyril Line, og talan verður um ein serligan bygning, sum viðurkenda danska teknistovan Henning Larsen, við deild í Syðrugøtu hevur teknað.
Myndir av komandi terminalinum eru nú almannakunngjørdar á altjóða arkitektatíðamiðlinum archdaily.com, sum roknar við, at sjálvur bygningurin verður ein komandi attraksjón hjá ferðafólkum eisini.
Í skapi er bygningurin ikki ólíkur operahúsinum í norska høvuðsstaðnum Oslo, sum eisini liggur oman móti sjónum og bygt soleiðis, at møguleiki er hjá fólki at ganga heilt upp á takið. Tó kemur bygningurin í Havn at hava timburklædning fyri at tekkjast gamla føroyska byggisiðinum.
- Okkara sniðgeving skal vera vitnisburður um føroyska vakurleikan og maritima arvin. Timburið við sínum vøkru linjum, heintar íblástur frá føroyska bátinum og eisini frá søguligu timburbygningunum rundan um gomlu havnina, sigur Ósbjørn Jacobsen, sum er leiðari fyri teknistovuni hjá Henning Larsen í Syðrugøtu og hevur staðið fyri arbeiðinum.
Nýggja farstøðin úti á molanum skal tæna trimum endamálum. Umframt at vera farstøð, skal bygningurin vera høvuðssæti hjá Smyril Line og eisini farmaterminalur.
Archdaily ger eitt sindur burturúr, at við nýggju farstøðini fáa havnarfólk aftur atgongd út á molan. Fyrr var tað jú vanligt at ganga kaitúr út á molan á Eystaru vág, men forðing varð sett fyri hesum í sambandi við nýggjar Schengen-reglugerðir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2023
AWI bátarnir eru so mikið væl umtóktir í Grønlandi, at hesin keyparin, sum býr í Saattut, vildi hava ein sama slag, sum ein bygdarmaður lat byggja í Runavík í 2021
AWI bátarnir eru so mikið væl umtóktir í Grønlandi, at hesin keyparin, sum býr í Saattut, vildi hava ein sama slag, sum ein bygdarmaður lat byggja hjá AWI Boats í Runavík í 2021.
- Hetta er ein mynstur(standard) bátur á 39 føtur, sum vit hava gjørt nógvar av. Teir eru serbygdir til Grønlands, tí teir eru væl bjálvaðir móti kulda, og eru sterkari bygdir enn vanligt, so teir kunnu sigla í ísi.
Tað sigur Jóhan Hendrik Olsen, stjóri á AWI Boats/Uniwice í Runavík.
- Báturin hevur bæði garnaspæl og línuspæl, so hann er útgjørdur til garna- og línufiskiskap eftir svartkalva, toski og øðrum fiski. Garna- og línuspølini eru gjørd hjá Oilwind í Miðvági. Annars hevur báturin alla nútímans siglingar-, samskiftis- og trygdarútgerð, og er góðkendur av danska skipasýninum. Báturin hevur ein 266 hesta Volvo motor, sigur hann.
- Tað er hugaligt í løtuni, tí hesin er tann fyrsti av fimm, sum vit skulu gera til Grønlands. Fýra fiskibátar og so eina ferju. Ferjan verður tann næsti sum verður liðugur, sigur Jóhan Hendrik Olsen.
Báturin fer við farmaskipi til Grønlands.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2023
Men tað er ikki tí at føroysku tølini eru versnað
Paris MoU hevur júst dagført avrikslistan fyri flaggstatir, og Føroyar eru hesaferð nummar 30 á listanum. Tað er tvey pláss verri enn í fjør, tá vit vóru nummar 28.
Lægra plaseringin í ár er tó ikki orsakað av verri úrslitum hjá føroyskum skipum, skrivar Sjóvinnustýrið. Stigatalið er í veruleikanum betri hesaferð enn síðst.
Tað er lutfallið millum talið av eftirlitum og afturhaldum, sum er broytt. Eisini hava onnur lond á listanum betrað seg og hava tí fingið eina betri plasering.
Fyri at avgera plássið á listanum verður hugt eftir, hvussu ofta skip í FAS eru kannað og hildin aftur í havnastatseftirliti í Evropa seinastu trý árini. Føroysk skip eru kannað 219 ferð í hesum tíðarskeiðinum, og fýra afturhald hava verið. Í tíðarskeiðinum sum var grundarlag fyri seinasta lista, vórðu føroysk skip kannaði 240 ferð, og somuleiðis vóru fýra afturhald. Tað eru 72 skip í FAS.
FAS hevur verið á Hvítalista fyri flaggstatir síðani 2011. Í hesum tíðarskeiði hava vit flutt okkum millum 26. pláss og 39. pláss.
Á hvørjum ári hevur Sjóvinnustýrið átakið “Ársins Skip”, sum skal eggja reiðaríium og manningum í FAS til at fyribyrgja afturhaldi. Skipið við fæst feilum og eftirlitum verður lønt við einum heiðursbrævi, og Sjóvinnustýrið kunnger vinnaran í miðlunum. Reiðarí og manningar hava tikið væl ímóti hesum átaki, og tað er okkara greiða fatan, at hetta átakið er við til at betra um góðskuna umborð á føroyskt flaggaðum skipum, skrivar Sjóvinnustýrið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2023
Nýggi verksmiðjutrolarin er skrásettur í føroysku skipaskrásetingini. Hann kemur til Føroya um góðar tríggjar vikur
Nýggi verksmiðjutrolarin Emerald er nú komin í føroyska flotan við heimstaði í Tórshavn. Hetta upplýsir skipaskrásetingin.
Tað er Pf. Havborg, sum hevur latið skipið byggja á turkisku skipasmiðjuni Tersan fyri umleið 400 milliónir krónur, og nú er skipið liðugt.
Emerald er góðar 88 metrar langur og 18 metrar breiður.
Sum skilst er ætlanin at loysa úr Turkalandi sunnudagin, og ferðin til Føroya tekur umleið tríggjar vikur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2023
Thor í Hósvík hevur keypt norska uppsjóvarskipið Gerda Marie, fyrrverandi Háborg
Reiðaríið Thor í Hósvík hevur keypt eitt norskt uppsjóvarskip, sum hevur fingið navnið Ran.
- Vit hava keypt Gerda Marie úr Noregi, og ætlanin er at hetta skipið skal partrola saman við Hoyvík, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.
Reiðarin hevur ikki so nógvar viðmerkingar í løtuni, men sigur, at Ran fer nú á beding í Noregi, og síðani kemur skipið til Føroyar.
- Vit hava fingið øll loyvini uppá pláss, og hava yvirtikið skipið, sum hevur fingið heimstað í Tórshavn, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari hjá Thor.
Gerda Merie, sum hevur fingið navnið Ran, er bygt í 1986, og fekk tá navnið Háborg.
Eiler Jacobsen, sáli, lat skipið byggja.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2023
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur júst verið á árliga svartkalvatúrinum fyri at fylgja við nøgdunum av svartkalva í føroyskum sjógvi, og umleið sama nøgd var at fáa av svartkalva í ár í mun til í fjør
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur júst verið á árliga svartkalvatúrinum, sum byrjaði í 1995 fyri at fylgja við nøgdunum av svartkalva í føroyskum sjógvi.
Umleið sama nøgd var at fáa av svartkalva í ár í mun til í fjør, og er at rokna sum eitt miðalár.
Meginparturin av svartkalvanum var millum 45 og 65 sentimetrar langur. Meginparturin var óbúgvin rognafiskur og bert fáir rognafiskar við rennandi rognum eru fingnir undir Føroyum.
Svartkalvin undir Føroyum er partur av einum størri stovni, sum eisini heldur til undir Íslandi og Eysturgrønlandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2023
Skal uttanlands at lesa í eitt lítið ár
Tórshavnar býráð góðtók á fundi í mikudagin, at Elsa Berg, ið er fyrstvald á listanum hjá Tjóðveldi, tekur seg úr býráðnum, meðan hon í eina tíð flytur úr kommununi í lestrarørindum uttanlands.
Elsa Berg greiddi ráðsfeløgum sínum frá, at tað er neyðugt fyri hana at koma víðari við síni útbúgving, hóast hon fer at sakna arbeiðið í býráðnum.
Hetta skeiðið, hon nú skal taka, tekur eitt lítið ár, og tí roknar hon við at taka við býráðssessinum aftur um hesa tíðina næsta ár.
Elsa Berg varð fyrstvald fyri Tjóðveldi á kommunuvalinum 10. november 2020 við 520 persónligum atkvøðum. Fjórðvald á tjóðveldislistanum, og harvið fyrsti eykalimur á listanum, er Turið Horn, sum sat í býráðnum í undanfarna býráðsskeiði.
Turið Horn (Savnsmynd)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2023
Hósdagin var prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Á hugnaligari samkomu á Vinnuháskúlanum hósdagin fingu 56 lesandi prógv handað.
Maskinmeistarar: Árni Brandsson Petersen, Jógvan Jóhannesson, Pól Ejdesgaard Fláaberg, Ólavur Kristiansen, Teitur Debess Olsen, Georg Jacobsen, Hákun Bláberg, Hákun Hofgaard, Hjalti Vestergaard og Sofus Bech.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Sofus Bech fekk ein grindaknív frá S.E.V.
Jógvan Jóhannesson fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum.
Georg Jacobsen fekk ein kikara frá Norðoya Sparikassa.
Ídnisviriðslønina, eitt ur, frá A.P. Møller, fekk Sofus Bech.
Maskinistar: Mikkjal Símun Nielsen, Marcus Páll Ackley, Birgir Jacobsen, Eirikur M. Ellendersen, Janus Egilstoft Nielsen, Jens Kristian Ludvig Hentze, Jón Túgvustein, Jósef Annfinnsson, Kenneth Houbak, Kim Karmalsson Durhuus, Poul Jákup Thomsen, Rasmus Mohr Nielsen, Rógvi Beder, Rógvi Poulsen, Rói Birgirsson Ehlers, Sonni á Horni, Teitur Olsen, Torstein Paulason Brattaberg og Tórur Ryggshamar Nysted.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Marcus Páll Ackley fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum.
Mikkjal Símun Nielsen fekk ein kikara frá Trygd.
Skiparar: Hákun Skoubo Dalsgaard, Janus J. Isaksen, Ari Eyðunsson Thorsvig, Boas Ólavsson Sørensen, Martin Andriasson Olsen, Tóri Nielsen, Jónas Kristiansson, Rógvi Eysturdal, Kristen Petersen, Tummas Ellingsgaard, Mortan Kvanner Johannessen.
Á myndini vantar: Ari Eyðunsson Thorsvig.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Rógvi Eysturdal fekk ein kikara frá P/F Thor.
Martin Andriasson Olsen fekk eitt klokkusett frá Faroe Agency.
Jónas Kristiansson fekk eitt klokkusett frá Faroe Ship.
Ídnisvirðislønina, eitt lummaur, frá Bakkafrost, fekk Rógvi Eysturdal.
Skipsførarar: Høgni Ólavur Brandurson Joensen, Erlingur Gunnar Mørkøre, Esmar Bogason Rasmussen, Høgni Jørginsson Jacobsen, Jóan Magnus Lyberth Johannessen, Oddny Michela Hanusardóttir, Samson Rodmundur Samson, Sigurbjørg Áróra Ásgeirsdóttir, Árni Mortensen, Jákup Petersen, Benjamin Hansen, Kaj Müller, Óli Várting, Magnus á Skeljalagnum, Hans Berg Hansen og Kári Mikkelsen.
Á myndini vanta: Kári Mikkelsen, Benjamin Hansen og Árni Mortensen.
Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Magnus á Skeljalagnum fekk eitt ur frá Betri Trygging.
Óli Vártingfekk eitt ur frá Smyril Line.
Sigurbjørg Áróra Ásgeirsdóttir fekk eitt ur frá Skansi Offshore.
Ídnisvirðislønina, ein lummaknív, frá Lederne Søfart, fekk Magnus á Skeljalagnum.
Hægsta miðal próvtal skipsførarar:
Magnus á Skeljalagnum
Sekstantur frá Skipara- & Navigatørfelagnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2023
140 pisur fingu i ár prógv og húgvu á høvdið á Kambsdali. Pisufundur var mikudagin
Pisufundur var seinnapartin mikudagin á sandinum í Syðrugøtu. Heilar 140 pisur fingu húgvu á høvdið á Miðnámsskúlanum á Kambsdali, og aftur í ár eru tær flestu kvinnur.
90 kvinnur og 50 mannfólk hava fingið prógv í ár.
Veðrið var ikki við pisufundinum í ár, sum var órógvaðu av nógva regninum sum kom niður.
Olaf Olsen tók myndirnar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2023
Sum siðvenja er, var hósdagin pisufundur í plantasjuni í Havn
Í mun til dagin fyri, tá ófantaligt verður var til pisufundin á Gøtusandi, so var veðrið betri, tá pisurnar á Glasi hildu sín Pisufund í Plantasjuni í Havn.
Heini í Skorini var gestarøðari á Pisufundinum. Les hansara røðu aðrastaðni í blaðnum í dag.
Myndirnar tók Olaf Olsen.
Fía Winther Poulsen og Rúni Reginsson Hammer hildu felags røðu vetna tey lesandi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2023
Størsti parturin av Evropa kann vænta sær eitt heitari summar enn vanligt næstu seks vikurnar, halda veðurfrøðingar hjá evropeisku veðurstovuni ECMWF
Líkt er til, at vit kunnu vænta okkum eitt heitari summar enn vanligt.
Tað er í øllum førum spádómurin hjá evropeisku veðurstovuni ECMWF fyri næstu seks vikurnar, skrivar Veðurstova Føroya.
– Størsti parturin av Evropa kann vænta sær eitt heitari summar enn vanligt. Hetta er serliga galdandi fyri Norðurevropa, bretsku oyggjarnar og alt Skandinavia – t.e. Danmark, Noreg og Svøríki. Hitalagið fer at liggja oman fyri tað normala í tí, sum er eftir av juni og allan juli.
Og norska veðurstovan væntar eisini turrveður og lýðku í Suðurnoregi til endan av juli. Men eisini økið vestanfyri fer at liggja undir einum hátrýsti fyri og øðrum eftir. Hetta fer eisini at fevna um leiðirnar kring Føroyar.
– Vanliga verður ikki farið seks vikur fram í tíðina, tá ið veðurfrøðingar spáa um veðrið. Tað kunnu gerast reinar gitingar. Nakrar dagar fram er vanliga í lagi, og viðhvørt eisini longri enn tað. Men tað eru hættir at gera langtíðarforsagnir. Tær snúgva seg um veðrið generelt, um tað vera há- og/ella lágtrýst, sum fara at leggja seg á økini – ikki um ættin fer at vera norðan ella sunnan, skrivar Veðurstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2023
Nýggj norðurlendsk føðsluráð vórðu kunngjørd í vikuni
Norðurlond kunngjørdu í vikuni nýggjastu føðsluráð til sínar borgarar. Fyri fyrstu ferð byggja tilmælini á vísundalig ráð fyri bæði heilsu og umhvørvi, og tey mæla til, at meira planturíkur kostur, meira fiskur og minni kjøt verður sett á borðiskarnar.
Hetta er sættu ferð, at Norðurlond koma við felags ráðum til hvat og hvussu vit eiga at eta.
- Frágreiðingin gevur okkum eitt vísundaligt støði, sum vísir, at sunnur kostur ofta eisini er burðardyggur. Finnast skal ein samvirkan millum heilsu og umhvørvi í skiftinum, sum er neyðugt í okkara matvørunýtslu, sigur Rune Blomhoff, verkætlanarleiðari á Oslo universitet, ið er verkætlanarleiðari fyri nýggju føðsluráðini.
Boðini eru at eta nógv meira grønmeti, frukt, ber, bjølgplantur, epli og fullkorn. Tilmælini siga eisini, at vit eiga at eta meira fisk og nøtur, vera varin við mjólkarvørum við lágum fitiinnihaldi, avmarka tað reyða og hvíta kjøtið og eta sum minst av kjøti, ið er viðgjørt og sum hevur høgt innihald av fiti, salti og sukuri.
Nýggju føðsluráðini fáa viðmæli frá heimsheilsustovninum hjá ST, WHO.
Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalskrivari fyri WHO heldur, at nýggju kostráðini vísa eitt greitt samband millum sunn fólk og eina sunna jørð.
- Eg ynski norðurlendska ráðharraráðnum til lukku við hesi frágreiðingini og hvussu hon er komin í lag við almennum hoyringum. Yvirskipaðu ráðini um at skifta til meira planturíkan kost, er í tráð við nýggjastu vísundaligu rákini, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus.
- Henda frágreiðingin fer at hjálpa norðbúgvum til at eta sunt og umhvørvisvinarligt, tí tað er ein vegleiðing til kostráðini hjá teimum einstøku londunum, og fara harvið eisini at stýra mattilboðunum í okkara skúlum, sjúkrahúsum og øðrum almennum køkum, sigur Karen Ellemann, aðalskrivari í norðurlendska ráðharraráðnum, ið gevur frágreiðingina út.
Frágreiðingin er úrslit av fýra ára longum arbeiði, har fleiri hundrað norðurlendskir og altjóða granskarar hava tikið lut.
Arbeiðið er gjørt við størsta gjøgnumskygni, soleiðis at hvørt kapittul í hoyringini hevur ligið alment frammi til hoyringar í átta vikur.
So longu áðrenn frágreiðingin er almannakunngjørd, hevur kjak verið um innihaldið, eitt nú tí mælt verður til at eta nógv minni reytt kjøt.
Í síðsta enda eru tað londini sjálv, sum taka støðu til, um tey vilja halda seg til ráðini, tá tey koma við sínum kostráðum, skrivar ráðharraráðið í tíðindaskrivi.
Soleiðis ljóða nøkur av ráðunum:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2023
Greinin “Resilience processes during lockdown: a diary study from the Faroe Islands” hjá Eriku Anne Hayfield er útgivin í tíðarritinum Scottish Geographical Journal
Erika Anne Hayfield, lektari í samfelagsvísindum á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur útgivið vísindaliga grein við heitinum “Resilience processes during lockdown: a diary study from the Faroe Islands”.
Greinin, ið er útgivin í tíðarritinum Scottish Geographical Journal, tekur støði í koronadagbókum, sum føroyingar skrivaðu, tá Føroyar fóru niður í ferð og alheimsfarsóttin herjaði, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.
Tveir dagar eftir, at Føroyar "lótu aftur", í mars 2020, heitti Erika Anne Hayfield á fólk um at melda seg til at skriva dagbøkur. Hon bað tey greiða frá eygleiðingum, kenslum og upplivingum av at vera undir stongsli ella í "lockdown".
Vanligt er, at kreppur verða fataðar í baksýni, men við dagbókatilgongdini bar til at fáa áhaldandi skjalfesting av støðuni hjá fólki, meðan farstóttin gekk.
Í kanningini eru tilsamans 51 dagbøkur, umframt uppfylgjandi samrøður við ein triðing av luttakarum.
Í kanningini verður hugtakið Cosmology episode brúkt til at greina, hvussu fólk evnaðu til mótstøðuføri og funnu høpi í støðuni. Ástøðiliga kann mótstøðuføri í einari kreppu skiljast í stigum - frá meiningsloysi, síðani improvisering í støðuni, endurskapan av meining og til seinast endurnýggjan av tilveruni.
Tá tilveran hjá fólki er hótt, og gerandisdagurin so grundleggjandi verður broyttur, sum undir koronu, fara mong at hugsa nærri um tilveruna. Í tilevningini av meining, í meiningsloysistiginum, skrivaðu mangir luttakararnar í kanningini um fortíðina, tað vil siga, hvaðani tey eru, søgur teirra ella um tey deyðu (t.d. forfedrar, støð og bygdir, har tey hava søguligt tilknýti). Men at skriva søguna aftureftir fyri at staðfesta og endurskapa samleika ber eisini í sær at skriva søguna frameftir. Tí umhugsaðu luttakararnir eisini framtíðina, tað vil siga, hvaðani tey, teirra kæru og heimurin var á veg. Tey skrivaðu nógv um, hví alheimsfarsóttin íkom, og hvussu vit menniskju eiga at laga okkum til ein nýggjan veruleika. At liva meira etiskt mótvegis øðrum og mótvegis nattúruni.
At vera lítið oyggjasamfelag hevði eisini við sær, at føroyski samleikin varð endurskoðaður og endurnýggjaður. Kenslan av av vera vard sum oyggjar í Norðuratlantshavi, landafrøðiliga avskorin frá øðrum londum, varð týðiliga orðað í dagbókunum – sum hugtaksliga verður kallað islandness, skrivar Fróðskaparsetrið.
Høvuðusniðurstøðurnar í greinini eru, at oyggjasamanhangurin hevur stóran týdning fyri tað mótstøðuførið, sum varð tilevnað. Hetta serliga í sambandi við staðseting (geografiskt fjarskotið), rúmd (pláss í náttúru og ótætt bústaðarviðurskifti), politikk (íroknað sjálvstýri), oyggjamentan, lítilleika og tættar relatiónir. Samanumtikið hevði føroyski samanhangurin stóran týdning fyri tilevnan av mótstøðuføri undir korona. Harumframt broyttust fatanir, kenslur og sambond millum fólk, stað og umheimin í hesi fyrstu tíðini av alheimsfarsóttini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2023
Langhylurin í Gundadali skal eftir ætlan verða liðugur næsta ár
Týsdagin varð hátíðarhildið, at múrarnir standa uppi og stóru timbursperrurnar eru reistar og festar í langhylinum í Gundadali. Harvið er ein serligur varði á leiðini rokkin, segði Heðin Mortnsen, borgarstjóri, í stuttari røðu.
Borgarstjórin legði fyri við at hugleiða um tíðina frá gamla svimjihyli og til verandi svimjihøll, og møguleikarnar fyri svimjiítróttin nú, vit fáa ein 50 metra langhyl. Hann nevndi eisini tey góðu úrslitini hjá okkara svimjarum.
Tilsamans eru um 33.000 rúmmetrar av gróti sprongd og brekkað úr lendinum og flutt av plássinum. Nakað kemur inn aftur sum planering og uppfylling. Stoyptir eru higartil 1.900 rúmmetrar av betongi til fundament, gólv og veggir og umleið 80 tons av stáli eru reist higartil og meira kemur afturat.
- Og so eru tað sermerktu límtræssperrurnar, sum kanska mest ímynda dagin í dag. Hesar eru 41,4 metrar langar og 2,73 metrar høgar og viga um 12 tons stykkið. Tað mesta av límtrænum fer tíbetur at verða sjónligt í lidna bygningsverkinum, tá hetta stendur klárt komandi ár.
Ætlanin er at hylurin skal vera liðugur í vár. Høvuðsarbeiðstøkusáttmálin er 147,5 milliónir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2023
Nú er ikki loyvi at koyra minni enn 40 km/t í gomlu tunlunum norður um Fjall
Av tí at bilførarar til tíðir koyra ov seint í gomlu tunlunum norður um Fjall, hava vit trupulleikar av, at bilar ikki klára at koyra gjøgnum áðrenn tað verður grønt í hinum endanum.
Ljósskipanin er útrokna til, at bilar mugu koyra 40 km/t, fyri at teir skulu klára ígjøgnum tunlarnar, uttan at fáa mótkoyrandi ferðslu.
Landsverk og Løgreglan hava tí gjørt av, at skelta tunlarnar við eini minstu ferð, har bilførarar skulu koyra minst 40 km/t ígjøgnum tunlarnar, tá ið teir hava grønt ljós. Hetta er ikki nakað, sum vit eru von við at brúka, men fyri at ferðslan skal koyra væl, mugu vit seta hetta í verk.
Nýggja lágmarksferðin er sett í gildi beinanvegin.
(Mynd: Landsverk)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2023
Roknskapurin fyri 2022 hjá Vágs kommunu góðkendur av býráðnum
Á býráðsfundi mánakvøldið varð roknskapurin hjá Vágs kommunu fyri árið 2022 viðgjørdur og samtyktur.
Samlaðu inntøkurnar hjá Vágs Kommunu í 2022 vóru 75,0 milliónir krónur. Tá fíggjarætlanin fyri 2022 varð samtykt, varð mett, at Vágs kommuna fór at hava inntøkur á umleið 67 milliónir. Sostatt vóru inntøkurnar umleið 8 milliónir krónur ella 12 prosent hægri enn mett varð í fíggjarætlanini.
Til samanberingar vóru inntøkurnar í 2021 68,6 milliónir krónur.
Íløgurnar
Vágs Kommuna gjørdi í 2022 íløgur fyri tilsamans umleið 8 milliónir krónur.
Sum vant, so er tekniska økið ein týðandi partur av íløgunum. Asfalterað varð á Kráavegi, Kálhagabrekku og vegurin til Brekkubø varð liðugt gjørdur við asfalti og gøtuljósum. Busslummi varð gjørdur eystan fyri skúlan fyri at betra um ferðslutrygdina, samstundis sum at nýggj parkeringspláss vóru gjørt norðan fyri kommunuskrivstovuna og skúlan.
Onnur týðandi økir, sum fingu ein størri part av íløguni í 2022 var barnagarðsøkið. Grannahúsið hjá Eikilund varð keypt og er síðani dagført. Húsið verður eftir ætlan tikið í nýtslu í nærmastu framtíð.
Vágs skúli hevur verið dagførdur leypandi gjøgnum tey seinastu árini og soleiðis var eisini í 2022, har ljós vóru skift við LED, nýggj telduútgerð, borð og stólar til floksstovurnar vórðu keypt.
Móttøkan í Páls Høll varð dagførd, og eisini varð nýggj teknisk útgerð til stýring av langhylinum og barnahylinum sett upp. Vágs kommuna og Styrki Fitness gjørdu avtalu um venjingarhølið í Páls Høll.
Verkætlanin við Fiskaplássið á Løðhamari fekk eisini sín part av íløgunum í 2022, har benkur vóru settir upp og garður varð stoyptur oman móti sjóvarmálanum, tað arbeiði heldur fram í ár.
Vágs Kommuna hevur saman við hinum kommununum í oynni gjørt íløgu í stigabil, sum betrar munandi um tilbúgvingina.
Raksturin
Raksturin av Vágs Kommunu kostaði í 2022 58,8 milliónir krónur, ið er ein hækking á umleið trý prosent ella 1,7 milliónir krónur í mun til í 2021. Hækkingin stóðst av hækkandi lønarútreiðslum. Annars vaks vanligi kommunali raksturin ikki.
Umframt kommunala raksturin, so er Vágs kommuna eisini partur av fleiri kommunalum samstørvum, m.a. Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy og Barnaverndatænastuna í Suðuroynni. Barnaverndartænastan í Suðuroynni kostaði Vágs Kommunu 2,5 milliónir krónur í 2022, sum er tað sama sum í 2021. Eldraøkið kostaði Vágs kommunu 18,8 milliónir krónur í mun til 18,1 milliónir í 2021.
Úrslitið av rakstrinum hjá Vágs kommunu, sokallaða RLÚ, í 2022 varð eitt avlop á 7,2 milliónir krónur, sum er 5,2 milliónir betri enn vænta.
Í 2022 rindaði Vágs kommuna 3,8 milliónir krónur til afturgjald av lánum. Við árslok 2022 var nettoskuldin hjá Vágs Kommunu 41,9 milliónir krónur, sum svarar til 84,5 prosent av eini álíkning.
- Árið í fjør hilnaðist væl. Nógv virksemi var í Vágs kommunu, og bleiv hetta gjørt eftir politisku ætlanunum. Og okur arbeiða víðari við at betra um og at gera neyðugu íløgurnar, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2023
Ólavur Eysturdal verðru vikarur fyri Theodor Eli Dam Olsen, sum fer í lestrarfarloyvi
Í august tekur Ólavur Eysturdal við sum prestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi í fýra mánaðir, meðan sóknarpresturin Theodor Eli Dam Olsen fer í lestrarfarloyvi.
Á felags kirkjuráðsfundi varð Ólavur Eysturdal í vikuni innstillaður til kallið, boðar Fólkakirkjan frá.
Ólavur hevur seinastu tíðina regluliga hildið gudstænastur í føroysku fólkakirkjuni. Hansara fyrsta kall sum virkandi sóknarprestur var á Fjóni í Danmark.
Tíðarskeiðið sum virkandi prestur í Hoyvík og Kaldbak telur fýra mánaðir, frá august til november í ár.
Ætlanin er, at Ólavur verður skipaður í embætið sum virkandi sóknarprestur ein av sunnudøgunum undan ólavsøku, skrivar folkakirkjan.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2023
Síðsta leygardag, lat Tjóðsavnið upp fyri summarið á hvalastøðini við Áir
Í 1905 setti norsk-skotska fyritøkan Christian Salvesen & Co. í Leith í Skotlandi upp hvalastøðina við Áir.
Í dag er hvalastøðin við Áir serligur ídnaðararvur. Verkætlanin at varðveita hvalastøðina hevur verið í gongd síðan 2011. Handverkarar arbeiða á støðini, men kortini er gongt millum húsini. Tað slepst inn í flestu teirra, í Tørkuni, Kvernuni, Pressuni, Spikkókaríinum, Kristnastovu, Ketilshúsinum, Ebenezer og í Smiðjuni.
Hvalastøðin llat upp farna leygardag, og er opin hvønn leygardag og sunnudag til og við 13. august.
Rundvísing verður tríggjar ferðir um dagin, klokkan 11, 13 og 15.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2023
Hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundi í mikukvøldið
Mælt varð til, at játtaðar verða ein millión krónur til Koltursætlanini í ár, sum verður fíggjað av verandi játtan til ferðavinnu, umframt 1,5 milliónir um árið komandi trý árini, tilsamans 5,5 milliónir krónur. Hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundi í mikukvøldið.
Ferðavinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu mælir til, at kommunan stuðlar upp undir Koltursætlanina við eitt nú at dagføra vatn-, kloakk- og lendingarviðurskifti í oynni.
Tórshavnar fekk fyrispurning frá Tjóðsavninum, um kommunan vildi verða við Koltursætlanini – “Koltur fyri øll”, sum Tjóðsavnið hevur arbeitt við í nøkur ár, og í hvønn mun kommunan ynskir at verða við.
Tjóðsavnið hevur ábyrgd av Koltri, sum er partur av Tórshavnar kommunu, og hevur í nógv ár arbeitt við Koltursætlanini, og at finna fígging til ætlanina. Í stuttum er ætlanin at skipa oynna sum eina granskingarstøð viðvíkjandi mentanar- og náttúruarvi, at menna eina burðardygga ferðavinnu og at skapa karmar fyri burðardyggum vinnulívi.
Í sunnara partinum av oynni verða bygdarlag, bø og hagi og ætlanin er at endurreisa bygningar, byggja vitjunardepil, bátasmiðju, og skapa karmar fyri framsýningar, undirvísingartilboð og mentananarsøguligar upplivingar sum heild.
Á nátturfrøðiliga partinum er ætlanin at seta á stovn eina náttúrupark og náttúrugrannskingarstøð. Málbólkuirn er breiður og fevnir um næmingar, lesandi, føroysk og útlendsk ferðafólk, vinnan og onnur, sum hava tørv at njóta friðin.
Arbeiðið við verkætlanini er nú komið so mikið ávegis, at fíggingin og fíggingarleisturin skal fáast uppá pláss. Byggi- og projekteringsarbeiðið er mett at kosta umleið 67 milliónir kónur. og tað tekur trý ár at fremja.
Landið hevur játtað 9 milliónir krónur á fíggjarlógini til verkætlanina. Umsóknir eru sendar øðrum myndugleikum, stovnum og útlendskum grunnum, ið eru jaliga sinnaðir fyri verkætlanini.
Tjóðsavnið ynskti, at kommunan stuðlar verkætlanini við eitt nú útreiðslum til vatn, kloakk og betra atkomuna frá bryggju niðan í bygdina – serliga fyri illa gongd.
Mælt varð til, at játtaðar verða ein millión til Koltursætlanini í ár, sum verður fíggjað av verandi játtan til ferðavinnu, umframt 1,5 milliónum um árið komandi trý árini, tilsamans 5,5 millliónir krónur. Hetta varð einmælt samtykt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2023
Økið omanfyri á Hjalla verður mett sum eitt gott øki til nýggja vinnuútstykking, tí hetta økið liggur tætt við aðra vinnuútstykking
Articon ger útstykkingina og heimilað er Tórshavnar kommunu beinanvegin at fara undir at selja vinnustykkini.
Stórur eftirspurningur er á vinnuøkjum í Tórshavnar kommunu. Økið omanfyri á Hjalla verður mett sum eitt gott øki til nýggja vinnuútstykking, tí hetta økið byggisamtyktarliga longu er eitt vinnuøki, men eisini tí at økið liggur tætt við aðra vinnuútstykking.
Linjuføringin av innkomuvegnum er nú endaliga løgd, og umsitingin mælir til, at leggja eina útstykking sunnan fyri vegin norðan fyri Stórutjørn.
Arbeiðið at gera innkomuveg er komið væl í gongd, og er farið undir at spreingja tunnilin undir Húsareyni. Í hesum sambandi er tørvur á, at grót úr tunlinum, sum ikki skal fara í vegagerð, kann fáast til høldar so skynsamt og skilvíst sum gjørligt fyri kommununa.
Vinnuútstykkingin á Ovara hjalla er væl egnað til at taka móti hesum gróti, samstundis sum tryggjað verður, at grótið verður stuttflutt og einans flutt eina ferð, umframt at tað ikki verður koyrt eftir kommunalum vegum ella landsvegum og harvið elvir til óneyðugt slit á hesar vegir.
Arbeiðstakarin á innkomuvegnum, Articon P/F, hevur víst á tørvin at fáa grótið frá tunlinum undir Húsareyni til høldar skjótast gjørligt, og í hesum sambandi latið kommununi uppskot til heildararbeiðstøku av verkætlanini at gera vinnuøkið.
Vísast kann á, at Pf. Articon við heildararbeiðstøkuni at gera vinnuøkið, kann sameina verkætlanina við verkætlanina at gera innkomuvegin og Húsareynstunnilin, sum felagið eisini ger í heildararbeiðstøku. Hetta merkir, at felagið m.a. kann samskipa grótframleiðsluna úr vega- og tunnilsgerðini við annleggsarbeiðini í sambandi við vinnuøkið, sum hevur tørv á gróti.
Mett verður, at vinnustykkini kunnu seljast fyri 1.500 krónur fermeturin. Hetta er kostnaður, sum endurspeglar kostnaðin at fremja útstykkingina. Fyri at styrkja um gjaldføri kommununar verða stykkini sett til sølu so skjótt sum gjørligt.
Tilmælið á býráðsfundinum mikukvøldið var, at heimilað verður umsitingini at samráðast við Pf. Articon og gera sáttmála um heildararbeiðstøku av vinnustykkjunum á Ovara hjalla, og at heimilað verður umsitingini at samráðast við Búnaðarstovuna um keyp av neyðugum eyka lendi og gera sáttmála um hetta.
Tilmælið varð samtykt við 10 atkvøðum fyri. Málið varð soleiðis samtykt við fyrstu viðgerð og beint víðari til aðru viðgerð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2023
Dagarnar 19. og 20. juni hevði Nordisk Komponist Råd (NKR), ið er sett saman av feløgunum fyri tónaskøld úr Íslandi, Finnlandi, Svøríki, Danmark, Noregi og Føroyum, fund í Føroyum
Dagarnar 19. og 20. juni hevði Nordisk Komponist Råd (NKR) fund í Føroyum. NKR er sett saman av feløgunum fyri tónaskøld úr Íslandi, Finnlandi, Svøríki, Danmark, Noregi og Føroyum.
Forfólkini í feløgunum møtast einaferð um árið. Í ár var fundurin í Føroyum. Á fundinum í Reykjavík síðsta heyst, avgjørdi ráðið at lata NKR-virðislønina á 50.000 danskar krónur til Summartónar og Kristian Blak, ið hevur staðið á odda fyri Summartónum í 31 ár.
Áðrenn Summartóna-konsertina hjá Martin Stender (saksofon) og Torleik Mortensen (bass) í Norðurlandahúsinum mánadagin, varð viðrislønin handað, og forsetin í NKR, Martin Jonsson Tibblin helt røðu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2023
Jarðfeingi hevur fingið játtað 735.000 krónur í stuðli frá Granskingarráðnum til at gera grundvatnsgoymslukanningar komandi árið
Grundvatn er ein av størstu spælarunum í fesktvatnsringrásini, men hóast vaksandi vitan um hetta tilfeingið, verður tað einans brúkt í sera avmarkaðari nøgd í Føroyum í dag. Talið av jarðhitaboringum hevur seinastu árini verið vaksandi – og við tí vitanin um grundvatnsgoymslur.
Endamálið við hesi verkætlan er at fáa eina betri heildarmynd av grundvatninum, soleiðis at menningarmøguleikar av hesum lítið kannaða møguleika kunnu kannast og brúkast á besta og burðardyggasta hátt. Endamálið er, umframt at fáa eina betri heildarmynd av grundvatnsgoymslunum, eisini at byggja ein alment atkomuligan online GIS-pall, ið skal vera grundarlagið fyri framtíðar kanningum, bæði tá tað kemur til at tryggja reint drekkivatn til borgarar og vinnu árið runt, men eisini tá tað kemur til at troyta teir orkumøguleikar, sum í dag enn eru ótroyttir.
Hetta verður gjørt við at byrja eina størri kortlegging av føroysku grundvatnsgoymslunum. Ætlanin er í hesum umfari at taka millum 40 og 60 prøvar av grundvatni kring oyggjarnar, býttir bæði geografiskt og stratigrafiskt, umframt at prøvar verða tiknir frá ymiskum grundvatngoymslum so sum jarðhitaholum, tunlum og keldum.
Harumframt er ætlanin eisini at velja eitt – møguliga tvey – øki til nærri kanningar í sambandi við, hvussu nógv eitt øki kann framleiða: eru nakar vandi fyri, at yvirflatuvatnið verður ávirkað, dálking, saltvatnsárin, ella kann umhvørvið møguliga ávirkast á annan hátt.
Verkætlanin fer av bakkastokki í summar og heldur fram til komandi summar. Verkætlanarleiðari er Óluva R. Eidesgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi.
Kelda: Jf.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2023
Tað gongur við rúkandi ferð at fáa sett upp 103 vindmyllur í Hetlandi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2023
Sambært útsøgn frá formanninum í Labour í Bretlandi fer flokkurin, kemur hann í stjórn, ikki at steðga olju- og gassútbyggingum sum Rosebank nær føroyska markið
Tað loypti hvøkk á allan orkuídnaðin í Bretlandi, tá formaðurin í bretska andstøðuflokkinum Labour, Keir Starmer, herfyri róði framundir, at flokkurin, kemur hann í stjórn, fer at steðga øllum nýggjum olju- og gassvirksemi í Bretlandi.
Tað fekk bæði vinnuna, politikarar í øllum flokkum í bæði Bretlandi og Skotlandi og ikki minst týðandi baklandið í Labour, stóru fakfólkini, á barrikadurnar við einum kravi um, at ein komandi Labour stjórn sleppur sínar ógvusligu hóttanir móti ikki minst olju- og gassvinnuni. Víst varð á hvussu stóran týdning vinnan hevur fyri Bretland, eins og at hon er og fer at vera ein týðandi partur í royndunum at røkka grøna orkuskiftinum við avmarkandi og loksins null útláti.
Nú vilja tíðindi í fleiri av miðlunum í Bretlandi, eitt nú The Sunday Times, vera við, at Starmer hevur latið leiðsluna í Equinor vita, at hann fer ikki at seta fót fyri útbyggingini av risastóru olju- og gassleiðini eystan fyri Føroyar, skuldi tað hent, at Labour vinnur komandi valið.Tað er norska orkufelagið Equinor, sum stendur fyri útbyggingini.
Væntandi fer Rosebank útbyggingin, sum er tann størsta í Bretlandi í mong ár, at fáa grønt ljós frá myndugleikunum í næstum.
Í eini útsøgn um framtíðar orkupolitikkinum segði formaðurin í Labour m.a., eftir at tað hevur verið gitt og sagt, at flokkurin fór at stegða øllum nýggjum olju- og gassvirksemi m.a.:
“Let me be clear: those who think we should somehow simply end domestic oil and gas production in Britain are wrong.” Lat meg siga tað greitt. Tey, sum halda, at vit fara at steðga heimligari olju- og gassframleiðslu í Bretlandi, fara skeiv. Og víðari sigur hann:
“Under Labour’s plans, they will play a crucial part in our energy mix for decades to come.” Tvs. at undir Labour fara olja og gass at hava ein týðandi leiklut í orkusamansetingini í fleiri tíggjuár aftrat.
Ikki bert í Bretlandi hevur verið fylgt við, hvat fer at henda í sambandi við útbyggingina av tí stóru Rosebank kelduni. Eisini í Føroyum fylgja mong hesi áhugaverdu gongdini, nú keldan liggur so tætt við markið. Kann tað t.d. hugsast, at henda nýggja keldan í grannalagnum kann hava tørv á tænastum frá føroyskum veitarafyritøkum.
Tað var m.a. hesin spurningurin, sum FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur í tøttum samstarvi við Sjóvinnufelagið, tók upp við stjóran í Equinor í Bretlandi, Arne Gürtner, tá umboð fyri FOÍB vitjaðu á høvuðsstøðini hjá felagnum í Aberdeen í farna mánaði.
Endamálið við vitjanini varð m.a. at kunna Equinor um tær mongu veitingar og tænastur, sum Føroyar og føroyskar fyritøkur kunnu bjóða fram eitt nú í sambandi við eina útbygging og seinni framleiðslu so tætt við markið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2023
Hóast stóra mótstøðu frá andstøðuflokkum, umhvørvisfelagsskapum og ES, heldur norska stjórnin fast um ætlanina at bjóða út øki til námsvinnu á havbotninum
Ætlanin hjá norsku minnilutastjórnini at loyva námsvinnu á havbotninum er av álvara vorðið eitt stríð um havið.
Norskir myndugleikar hava í longri tíð kannað møguleikarnar fyri námsvinnu á havbotninum millum Noreg og Grønland. Talan er um serstøk og sera kostnaðarmikil mineral, sum finnast í stórum tali á havbotninum eitt nú norðan fyri Føroyar.
Hesi eru nógv eftirspurd av vinnuni, sum í dag framleiðir fartelefonir og aðrar hátøkniligar vørur og eru hesi í stóran mun týðandi partur av grundarlagnum undir vælferðarsamfelagnum. So hvørt fólkatalið í heiminum veksur, verður eftirspurningurin eftir hesum sonevndu krittisku mineralunum alsamt størri og størri.
Sum støðan er í dag, er vesturheimurin sera bundin at framleiðsluni í Kina. Hetta hevur fingið bæði myndugleikar og vinnuna í eitt nú Evropa at raðfesta kanningar av møguligari námsvinnu á havbotninum.
Norski orku- og oljuráðharrin, Terji Aasland
Nú hevur so norska stjórnin tikið avgerð um at seta tvey stór øki av til eina komandi námsvinnu. Talan er um øki á norska landgrunninum í Grønlandshavinum og í Barentshavinum.
Mineralvirksemi er grundað á havbotnsminerallógina frá 2020. Eftir at hava gjørt neyðugu fyrireikingarnar og kanningarnar mælir ein frágreiðing í norska Stórtinginum til at lata upp fyri tveimum stórum økjum til námsvinnu. Tað er orku- og oljuráðharrin Terje Aasland, sum umsitur málið og sum nú kunnger, at øki á landgrunninum verða latin upp fyri námsvinnu á havbotninum. Um somu tíð finst bæði andstøðan og umhvørvisfelagsskapir at avgerðini.
Aasland sigur, at nú stjórnin hevur lagt fram eina frágreiðing um at lata upp fyri útvinnan av havbotnsmineralum, so er tað fyri at tryggja, at ein slík nýggj vinna kann verða burðardygg og lønandi eins og trygg.
Talan er um eitt risastórt øki í Grønlandshavinum og í Barentshavinum uppá 281.200 ferkilometrar. Økið liggur uttan fyri Nordland og upp móti Finnmarkini.
Ætlanin hjá stjórnini er síðani at velja út nøkur smærri øki í hesum umráðinum, sum skulu bjóðast út til leiting skrivar Dagens Næringsliv.
Frágreiðingin, sum nú verður løgd fram í Stórtinginum, hevur verið til hoyring og hava fleiri felagsskapir og umboð fyri ymisk fakøki funnist harðliga at ætlanini.
Eisini ynskir stuðulsflokkurin hjá stjórnini SV, at havið verður friðað fyri námsvinnu. - Hetta uppskotið er ein vanlukka sigur leiðarin í SV, Lars Haltbrekken.
- Bæði umhvørvis- og mineralmyndugleikar hava funnist at upplatingini av økjum til námsvinnu, og stjórnin hevur ikki skilt trupullleikarnar sum eru knýttir at bæði náttúru og veðurlagskreppu sigur SV leiðarin. Enn ein andstøðuflokur, Frp gongur inn fyri avgerðini hjá stjórnini. Størsti andstøðuflokkurin Høgra vil fyrst kanna málið nærri, áðrenn hann tekur støðu. Flokkurin vil kanna, um vinnan kann gerast lønandi og uttan at gera seg inn á umhvørvið.
Orku- og oljuráðharrin verjir støðuna hjá stjórnini og sigur, at grøna orkuskiftið tørvar mineral. Og øll, sum umsita slík hava eisini ábyrgd av, at henda vinnan líkur øll krøv til bæði umhvørvi, burðardygd og lønsemi.
Hvørki Vinstriflokkurin ella MDG taka undir við ætlanini hjá stjórnini. -Havið er longu undir stórum trýsti av m.a. ovurfisking, dálking ol. og tí er tað burturvið, um stjórnin nú letur upp fyri námsvinnu í havinum kring Noreg sigur Geir Jørgensen frá Rødt flokkinum. Eisini fiski- og umhvørvismyndugleikarnir í Noregi hava ávarað móti at fara undir námsvinnu á havbotninum og heldur ikki Equinor heldur tað vera rætt at fara undir slíka vinnu.
Hóast stóru mótstøðuna bæði í Noregi og í útlandinum og at alsamt fleiri finnast at ætlanini hjá stjórnini, so heldur hon fast við ætlanina at lata upp eitt stórt øki ætlað til námsvinnu og verður víst til stóra eftirspurningin og tørvin á serstøkum mineralum. Og nú Kina nærum hevur monopol uppá framleiðsluna av slíkum mineralum eru lond í Vesturheiminum tvungin til eisini at kunna framleiða hesi, soleiðis sum geopolitiska støðan er vorðin í heiminum. Tað er eisini greitt, at ein slík námsvinna kann gerast eitt sætt gullnám fyri Noreg.
Bæði ES tingið og ES nevndin hava heitt á síni limalond um ikki at fara undir námsvinnu á landgrunnunum. Eisini stórfyritøkur so sum Google og Samsung eins og evropeiski íløgubankin eru ímóti námsvinnu á havbotninum orsakað av atlitinum til veðurlagið og umhvørvið.
Enn ein stórur ivaspurningur fyri Noreg er, hvussu Svalbard traktatin kann tulkast, tá tað kemur til námsvinnu á havbotinum.
Tá norskir miðlar spyrja stjórnina, hví hon heldur fast um avgerðina at fara undir námsvinnu á havbotninum, hóast so mong mótmæli, so er svarið frá stjórnini, at heimurin tørvar hesi mineral, og tað er umráðandi, at tað ikki einans er Kina, sum framleiðir tey. Noreg hevur tí eina skyldu til at fara undir slíka vinnu.
Víst verður eisini á, at grøna orkuskiftið hevur ikki minst brúk fyri umrøddu mineralum.
Keldur: NTB, E24, Aftenposten
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2023
- fyri at røkka veðurlagsmáli
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2023
21-ára gamli B36-miðvallarin varð skiftur inn í 65. minutti móti Albania, og var við í fleiri góðum álopum. Hann hevði eisini vandamiklan stútara, sum hann kundi javna við
Hann varð skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Føroyar jagstraðu eitt mál, og frá høgra kanti var hann við at fáa ferð og glið á føroyska spælið, tá man royndi at svara aftur móti Albania.
Andrass Johansen var eisini nær við at veruliga fáa róm í á Tórsvølli, tá 21-ára gamli miðvallarin eftir góðar taktir og innlegg úr vinstru frá einum øðrum innskiftara, Jóannesi Bjartalíð, kom væl upp til bóltin. Havnarmaðurin fekk tó ikki stýrt bóltinum í albanska málið - hann fór beint framvið, og tað irðaði Andrass seg sjálvandi um eftir dystin.
Andrass Johansen í samtalu við landsliðsvenjarin, áðrenn hann og Petur Knudsen vóru skiftir inn. Teir gjørdu ein ávísan mun (Mynd: Sverri Egholm)
- Hetta er ein dreingjadreymur; eg vildi veruliga vísa nakað, segði Andrass Johansen millum annað við Portalin eftir dystin (Mynd: Sverri Egholm)
Hann var tó errin um avrikið. Andrass hevur seinastu árini veruliga gjørt vart við seg fyri besta liðið hjá barndómsfelagið B36. Hann hevur verið profilur á miðvøllinum, sent liðið víðari í Conference League og gjørt tað væl við U21-landsliðnum. Í november í fjør varð tekniskt dugnaligi spælarin úttikin til venjingardystir hjá A-landsliðnum, men lærkrikin darvaði í Kekkia og Kosovo, og Andrass Johansen fekk ongan minutt.
Hann var eisini skaðadarvaður í mars, men nú fekk hann so møguleikan og tók av. Andrass var ein jalig uppliving - ein ungur spælari sum var við at fáa lív í álopskenda spælið, sum tordi at bjóða av, kundi vera við í samspælinum og arbeiddi gróthart.
Eftir dystin staðfesti Andrass Johansen, at hann spældi uttan at hugsa so nógv men tó við tí eyga at veruliga vísa seg fram.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2023
Hesa ferð vóru Føroyar við heilt inn í yvirtíðina og vístu tenn, men føroyska liðið varð revsað og manglaði neyvleikan at revsa albanar
Annar heimadystir uppá tríggjar dagar, trý mál inn annan dystin á rað og aftur null stig.
Móti Albania týskvøldið stoyttu Føroyar tó aftur, javnaðu einaferð og vóru nær við at javna til 2-2. Ístaðin revsaðu albanar okkum aftur, tá bólturin varð blakaður burtur í yvirtíðini.
Føroyar høvdu javnað í yvirtíðini í fyrra hálvleiki við góðum máli upp á deyðbólt, og fyrr í hálvleikinum hevði Teitur Matras Gestsson meistaraliðið bjargað brotssparki, so støðan ikki gjørdist 0-2. Harvið vóru ymisk viðurskifti, ið bendu á, at hetta kundi gerast eitt stórt føroyskt kvøld.
Okkara tyktust eisini at byrja væl eftir steðgin, men brádliga fekk albani pláss at leggja bóltin afturum okkara verjuketu, har ein annar varð farin avstað. Tað eydnaðist við neyð og deyð at koma fyri í føroyska brotsteignum, men í samband við hornasparki var eingin føroyingur í støðu til at koma út og nóg skjótt møta albananum, ið fekk bóltin einar 15 metrar uttanfyri brotstegin. Hann fekk tíð og pláss og sendi síðani bóltin upp í føroyska málhornið. Skotið var hart og gott, men Teitur var kanska ikki nóg skjótur yvir móti bóltinum.
Føroyar høvdu lutfalsliga nógv bóltin. Tað tyktiskt tó at mangla ymiskt fyri at koma til heilt stóru møguleikarnar, men nógv fleiri støður vóru í kvøld. Einaferð kom eitt albanskt bein fyri í síðstu løtu eftir gott gjøgnumbrot hjá Sølva Vatnhamar, einaferð datt Jóannes Bjartalíð, men seinni kom innskifti klaksvíkingurin til gott skot. Tað var nær við, og tað var tað sanniliga eisini, tá innlegg kom frá honum úr vinstru, ið innskifti Andrass Johansen stútaði beint framvið.
Andrass Johansen vísti seg væl fram í sínum fyrsta A-landsdysti men burdi helst skorað við stútara (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar lótu triðja málið inn í yvirtíðini, tá teir satsaðu (Mynd: Sverri Egholm)
Andrass kom inn miðskeiðis í 2. hálvleiki, og B36-spælarin vísti seg ógvuliga væl fram. Petur Knudsen vísti eisini góðar taktir, nú hann var innskiftur og hevði meira rundan um seg - meðan Klæmint Olsen ikki kom til nakað sum so. Tað var bæði positivt og spennandi hjá unga Hanusi Sørensen, sum avloysti leikbannaða Gilla Sørensen, á høgra bakki, men lýti vóru eisini.
Føroyar royndu at leggja eitt seinasta trýst, men ístaðin fóru albanar avstað og skoraðu gott umstillingsmál. Føroyska liðið var væl við, og kann á ymsan hátt halda høvdið hægri enn síðst.
Føroyar spæla í Polandi 7. september og heima móti Moldova 10. september. Moldova vann týskvøldið á heimavølli móti júst Polandi.
EM-undankappingarbólkur E, 3.(4.) umfar
Tórsvøllur, týsdagin 20. juni
Føroyar - Albania 1-3 (1-1)
20' Nedim Bajrami 0-1
45 (+1)' Odmar Færø (Jóan Símun Edmundsson) 1-1
51' Kristjan Asllani 2-1
90 (+1)' Ernest Muç 3-1
Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Hanus Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen (65. Andras Johansen), Gunnar Vatnhamar (80. Brandur Hendriksson Olsen), Jákup Biskopstø Andreasen (46. Jóannes Bjartalíð), Sølvi Vatnhamar (80. Stefan Radosavljevic) - Jóan Símun Edmundsson (65. Petur Knudsen), Klæmint Andrasson Olsen
Áskoðaratal: 2.507
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2023
Útiliðið var greitt omaná á øllum økjum á Tórsvølli leygarkvøldið, har føroyska liðið lítið og einki fekk at hanga saman. Tað endaði 0-3, og føroyska liðið hevði ikki ein málmøguleika
Tað gjørdist eingin summarveitsla við føroyska A-landsliðnum við monnum farna leygarkvøld - so langt frá. Til tað vóru kekkar ov góðir, og okkara maktaðu ov lítið samanlagt. Skansin og føroyska liðið royndu at stríðast, men 2.000 setur vóru tóm, og eftir 0-2 málið fyri steðgin var tað ikki nær mámind við at koma spenningur í um úrslitið.
Føroyar hava javnan staðið seg væl á heimavølli móti væl sterkari tjóðum, og sanniliga eisini undir verandi venjaratoymi. Hetta líktist tó ikki Føroyum-Skotlandi ella Føroyum-Danmark, men meira dystinum móti Ísrael, sum eisini var í 2021 (0-4). Klassamunur sást - serliga í førleikunum við bóltinum, men eisini í ymiskum í tí fysisika - og eitt ávíst máttloysi lá yvir føroyska liðnum í pørtum av dystinum.
Hetta var serliga galdandi í fyrra hálvleiki. Vaclav Cerny hevði fyri stegðin fingið alt ov nógv pláss uttan fyri føroyska brotsteigin, og Teitur Matras Gestsson rakk ikki eftir skotinum, sum fór í longra máhorn. Ein nøkulunda líknandi støða var, tá eitt korter var eftir. Føroyska verjan var ikki nóg ágangandi, og Cerny sló aftur til.
Ein góð mynd uppá dystin. Føroyingarnir royndu leingi at verja fyri støðuni kring málið, men vóru minst eitt fet aftanfyri, og so endaði bólturin í netinum.
Kekkia kundi skora okkurt mál afturat: Teitur hevði eina stórbjarging, og nakrar ferðir komu okkara verjuspælarar fyri í síðstu løtu. Annars eydnaðist verjuni ikki nóg væl, og í álopsspælinum var lítið og einki bit i.
Nakað frægari gjørdist tað, tá Jóan Símun Edmundsson avloysti Petur Knudsen sum fremsti maður. Toftamaðurin fekk, í sínum fyrsta kappingardysti í nærum níggju mánaðir, hildið í bóltinum og flutt hann væl nakrar ferðir, og miðskeiðis í seinna hálvleiki breytt hann ígjøgnum við góðum tekniskum førleikum og vilja.
Kekkar komu fyri í evstu løtu, áðrenn skot kom á, og tveir minuttir seinni, tá Føroyar vunnu bóltin høgt, varð sendingin frá Jákupi Biskopstø Andreasen til Gilla Rólantsson Sørensen júst ov óneyv. Føroyingar vóru ov óneyvir, og høvdu ikki eitt tað einast eitt skot móti kekkiska málinum - á heimavølli. Tað er ov vánligt.
Jóannes Bjartalið, ið var aftur á liðnum, og hinir meira álopskendu spælararnir fingu ikki skapt nakað. Staðfestast má, at munurin á hvar spælararnir á teimum báðum liðunum til dagliga spæla, veruliga sást í hesum dystinum.
Undankappingin til EM 2024 - Bólkur E, 3. umfar
Tórsvøllur, leygardagin 17. juni
Føroyar - Kekkia 0-3 (0-2)
15' Ladislav Krejc 0-1
44' Vaclav Cerny 0-2
75' Vaclav Cerny 0-3
Áskoðaratal: 3,200
Føroyar (5-4-1): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen (83' Hannes Agnarsson), Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen (L) - Jóannes Bjartalíð (58' Hanus Sørensen), René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen (83' Rógvi Baldvinsson) , Sølvi Vatnhamar (83' Stefan Radosavljevic) - Petur Knudsen. (58' Jóan Símun Edmundsson)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2023
Í EM-undankappingunum, sum verða í oktober og november, komu U17-genturnar í bólk saman við Wales, Albania og Kasakstan, og U19-genturnar komu í bólk saman við Belgia, Niðurlondum og Írlandi
Nú er greitt, hvørjum londum U17- og U19-landsliðini við gentum skulu spæla ímóti í komandi EM-undankappingum, sum vera í Albania og Belgia í oktober og november mánað.
Sigast má, at avbjóðingarnar hjá ávikavist U17- og U19-landsliðunum við gentum til komandi EM-undankappingar, sum eru á skránni í heyst, eru rættiliga ymiskar.
Men hetta skal eisini síggjast í ljósinum av, at U19-genturnar fyrr í ár vunnu seg upp í hægra styrkisbólkin, deild A, eftir tveir góðar sigrar á Malta og Armenia.
Lutakastini til kappingarnar í oktober og november hava nú verið, og har háttaði tað seg soleiðis, at U17-genturnar komu í bólk saman við Wales, Albania og Kasakstan. Kappingin verður í Albania frá 19. til 28. oktober.
U19-genturnar komu í bólk saman við Belgia, Niðurlondum og Írlandi. Kappingin verður í Belgia frá 23. oktober til 1. november.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2023
Føroyar skoraðu 39 ferðir í Magdeburg, vunnu og skulu víðari til Hannover at spæla HM-høvuðsumfar. Heldur nógv mál komu tó ígjøgnum móti Japan
Magdeburg, Týskland (Portalurin) - Sigurin kom ongantíð veruliga í vanda í seinna hálvleiki í GETEC Arena hósmorgunin, har yvir 1.000 fólk sóu dystin millum Føroyar og Japan beinleiðis.
Føroyska leiðslan kom í løtum upp á sjey mál men kom til endans niður aftur á fimm mál. Hetta var vegna nakrar brendar møguleikar, og at føroyska verjan ongantíð veruliga fekk tamarhald á skjóta og góða japanska álopsspælinum.
Pauli Jacobsen fekk nakrar bjargingar eftir steðgin, og vísti stríðsanda tá hann tríggjar minuttir fyri tíð setti kroppin uppá spæl fyri at bjarga skoti. Hetta gjørdist tó ongantíð dagurin hjá honum ella verjupartinum, sum kviku japanararnir góvu nógv høvuðbrýggj og sum gevur nakað at arbeiða við.
Tá Føroyar tó megnaðu at skora 39 mál - uppá yvir 70 prosent av skotunum - so kostaði hetta ikki stig. Sigurin á asiatisku meistarunum merkir, at Føroyar komu víðari til høvuðsumfarið í Hannover sunnudag og mánadagin.
Fegnir føroyskir spælarar fara út til áskoðararnir eftir dystin (Mynd: Sverri Egholm)
HM-endaspæl fyri U21-landslið - Bólkur D
Hósagin 22. juni í GETEC Arena í Magdeburg
Føroyar - Japan 39-34 (21-17)
Føroysku málskjúttarnir:
Hákun West av Teigum 11 (1)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 (2)
Janus Dam Djurhuus 6
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Pauli Mittún 3
Ísak Vedelsbøl 2
Pauli Høj 1
Bjarni í Selvindi 1
Dagsins spælari: Hákun West av Teigum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2023
Talan er um nógvar av teimum somu, ið vóru til HM í fjør, og nógvar spæla stóran leiklut í SMS-deildini. Sjey í hópinum eru úr Neistanum
Føroyska U19-landsliðið við kvinnum hevur í juli spennandi uppgávu í Litava. EHF Championship er á skránni, og tað snýr seg um at royna at spæla seg til EM-endaspælið fyri U20-landslið næsta ár.
Tað vóru hesir árgangirnir, sum vóru til HM í fjør og stóðu seg væl - talan er um 04 og 05-árgangirnar. Tað eru eisini nógvar av teimum somu, ið verða við hesaferð. Fleiri av spælarunum hava gjørt vart við seg í SMS-deildini - og frammanundan.
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe úr H71 gjørdist Ársins Stjørnuskot. Hon spældi mest á vinstra vongi, men er úttikin sum bakspælari. Har fer Anna Elisabeth, ið hevur vant við A-landsliðnum í vikuni, eisini allarhelst at spæla næsta ár.
Bjørk Franksdóttir Joensen, ið er lám, hevur eisini roynt seg í A-landsliðshøpi hesa vikuna. Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur longu spælt A-landsdystir, og tær eru millum tær sjey úr Neistanum, sum eru úttiknar til U19-kappingina. Fimm umboðandi Kyndil eru við.
Venjararnir hjá árganginum eru framhaldandi Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen. Teir hava úttikið hesar 16 leikarar til U19 EHF Championship í Litava:
Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin
Gylta á Neystabø, Kyndil
Vinstri vengur:
Lea Mohr, Neistin
Silja Heðinsdóttir, Neistin
Høgri vengur:
Karin Egholm, H71
Inga Maria Roysdóttir, Kyndil
Strikur:
Barbara Hammer, Kyndil
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Karina Debes Heinesen, Kyndil
Bakspælarar:
Hanna Jakobdóttir Dalsgarð, Kyndil
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Lukka Arge, H71
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Sára Lagos, VÍF
Málverjavenjari er Annika Arge, fysioterapeut er Sebastian Christensen og liðleiðari Ann-Mari Wang, skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.
- Kappingin verður leikt í Klaipeda í Litava í tíðarskeiðnum 10. juli til 16. juli. Føroyar eru í bólki saman við Spania, Turkalandi og Bulgaria.
Innleiðandi leiksskráin sær soleiðis út:
Mánadagin 10. juli kl. 12.15 Føroyar – Bulgaria
Týsdagin 11. juli kl. 12.15 Turkaland – Føroyar
Hósdagin 13. juni kl. 12.15 Spania – Føroyar.
Ársins dómarapar í Føroyum, Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe, skulu eisini til kappingina at royna seg í altjóða dystum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2023
Spælarar úr fimm ymiskum feløgum skulu umboða Føroyar til EHF Championship
Fyrr í mánaðinum spældu føroysku U17-genturnar í hondbólti tveir venjingardystir á heimavølli móti Íslandi, har tann seinni - í Vestmanna - endaði við javnleiki. Seint í summar eru tvær uppgávur á skránni.
Talan er um kapping í Aserbadjan í august. Eitt gott úrslit í EHF Championship kann geva atgongd til EM/HM-endaspæl.
Venjararnir Agnar Joensen og Ingi Olsen hava nú úttikið 16 spælarar úr fimm ymiskum feløgum til uppgávuna. Kyndil og H71 eru best umboðað - seks úr hvørjum felagi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2023
Ferencvaros hevur vunnið meistaraheitið í Ungarn fimm ár á rað, og kom víðari úr bólkaspælinum í Europa League í fjør. Fyrri dysturin verður við Djúpumýru 11. ella 12. juli
Tað verða ungarsku meistararnir, sum vitja í Klaksvík 11. ella 12. juli. Eftir at bólkarnir vórðu kunngjørdir týsdagin, var greitt at Ferencvaros var tað truplasta møguliga mótstøðuliðið, og eins og í fjør fingu KÍ torførasta lutakastið møguligt í 1. umfari í Champions League.
Ungarska liðið er millum tey allarsterkastu liðini, sum eru í 1. umfari, og KÍ var óheppið at fáa Ferencvaros og til dømis ikki The New Saints úr Wales ella Zalgiris Vilnius úr Litava.
Ferencvaros TC hevur vunnið heili 34 ungarsk meistaraheiti. Í fjør spældi liðið seg víðari tvær ferðir í Champions League - vann á Slovan Bratislava í 2. umfari - áðrenn Qarabag sendi teir út.
Í Europa League vann Ferencvaros seg víðari móti Shamrock Rovers, ið Kí eisini kundi møta, og síðani sum nummar eitt í sínum bólki. Hini liðini í bólkinum vóru Trabzonspor, Monaco og Reyða Stjørna.
Í áttandapartsfinaluni varð Bayer Leverkusen ein ov stórur biti, men givið er, at hetta verður ógvuliga tung mótsstøða hjá føroyameistarunum.
Magne Hoseth og hansara menn hava nakrar vikur at fyrireika seg. Fyrri dysturin verður á heimavølli. Tapir KÍ samanlagt skal liðið spæla í 2. umfari í Conference League.
Um tað eydnast KÍ at vinna seg víðari luttøku í Champions Leage, verður mótstøðan vinnarin av dystinum millum Häcken úr Svøríki og The New Saints úr Wales.
Tapir KÍ móti Ferencvaros, skal KÍ víðari í øðrum umfari í Champions League. Hendir tað, skal KÍ møta taparunum av dystinum milum Shamrock Rovers úr Írlandi og liðið, ið vinnur undan-umfarið. Hetta verður helst Buducnost úr Montenegro ella Breiðablik úr Íslandi við Klæminti A. Olsen á liðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2023
Øll føroysku liðini hava heimavøll fyrst. B36 fær vitjan av Kaimar Saag og øðrum estum, HB skal til Írlands, og Víkingur fekk best møguliga lutakastið: Eitt lið úr Andorra
Lutakastið til fyrsta umfari í Conference League var trýsdagin. Trý føroysk lið vóru í pottinum, og tey fingu spennandi uppgávur.
B36: Paide Linnameeskond úr Estlandi
B36 kom í fjør tvær ferðir víðari í Conference League. Tað gjørdi mótstøðuliðið úr Estlandi eisini - í báðum førum eftir brotssparkskapping - og var Paide Linnameeskond helst eitt rímiligt lutakast.
Liðini úr Estlandi hava seinastu fimm árini staðið seg verri enn tey føroysku liðini í evropeiskum fótbólti, og í 2020 sló B36 Levadia Tallinn út eftir longda leiktíð, tá liðið vitjaði Tórsvølli.
Ein estiskur framherji var í 2018 við, tá B36 vann steypafinaluna á HB og kom víðari tvær ferðir í Evropa. Nú spælir hann fyri Paide Linnameeskond, ið liggur á 7. plássi í bestu estisku deildini. Talan er um Kaimar Saag.
Um B36 vinnir sín dyst, so bíðar finnarin av dystinum millum Shkëndija úr Norðurmakedonia og Haverfordwest County úr Wales í øðrum umfari.
Kaimar Saag í dysti fyri B36 í 2018 - í næsta mánaði skal hann spæla móti B36 (Mynd: Sverri Egholm)
HB: Derry City úr Írlandi
Grannarnir vóru eisini styrkismettir, og skulu til Írlands at spæla. Derry City liggur nummar tvey í bestu írsku deildini, ið er á hægri stigi enn tann føroyska. Tað hevur tó ikki gingist so væl í evropeiskari kapping. Í fjør eydnaðist tað ikki móti liðið úr Wales, ið HB annars sá út til at vera sterkari.
Tað hevur tað tó heldur ikki gjørt hjá HB, sum fyriuttan einaferð í 2021 ikki hevur spælt seg víðari í Evropa.
Nú er tað við Jákup Martin Joensen við róðrið, og tað kann helst væntast, at talan verður um tættar uppgerðir.
Um HB vinnur sær víðari luttøku, skal liðið spæla móti KuPS úr Finnlandi í øðrum umfari.
Víkingur: Inter Clun d'Escaldes úr Andorra
Í 2021 sló Inter Club D'Escaldes HB út í undanumfarinum í Champions League. Tað var ikki tí, at liðið úr Andorra var so sterkt. Liðið hevur spælt nakrar javnar dystir í Evropa seinastu árini, og nú er Víkingur á skránni.
Steypavinnararnir spældu seg víðari í Evropa í fjør - móti Europa FC av Gibraltar - men Víkingur er í nakað viknaðari útgávu í ár. Spurningurin er so, um teir megna at gera tað aftur, nú teir úr Eysturkommunu fingu á pappírinum veikasta styrkismetta liðið, sum man kundi fáa.
Sum nakað nýtt fer Víkingur at spæla á heimavølli við Djúpumýru í Klaksvík í ár.
Um Víkingur vinnur seg víðari, bíðar skotska liðið Hibernian í næsta umfari.
Víkingur vann í fjør 1-0 á Tórsvølli og 2-1 á Gibraltar í fyrsta umfari í Conference League, áðrenn liðið fór út (Mynd: Bjarni Enghamar)
Dystirnir verða í útgangspunktinum spældir 13. juli og 20. juli.
Tað verður tó helst ikki so í høvuðsstaðnum, tí B36 og HB standa bæði at heimavøll fyrst. Helst skulu tveir dagar vera millum dystirnar - uttan so at eina liðið fer yvir á Tórsvøll, ella at heima- og útidystir verða býttir út hjá eina liðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2023
Leygardagin varð toppskjúttin í Betri Deildini heiðrað í sambandi við, at hon er kosin besti spælarin í deildini farna mánað
Eingin tekur Heidi Sevdal. Tá atkvøðurnar vórðu taldar upp fyri mai mánaða, mátti fínteljast fyri at gera mun á Eyðvør Klakstein úr KÍ og Heidi Sevdal úr NSÍ. Tær báðar hava sambært atkvøðugreiðsluni veruliga skarað framúr seinastu vikurnar, men tá saman um kom, var málslúkurin hjá runavíkingum aftur ovast.
Í samband við dystin hjá NSÍ móti TB/FCS/Royn leygardagin, varð Heidi Sevdal tí heiðrað við einari glasstandmynd, sum Betri hevur latið, umframt einum gávubrævi á 1.000 krónur frá matstovuni Haps.
Heidi gekk eisini á odda í dystinum, sum NSÍ vann 6-0 móti suðringum; har skoraði hon nevniliga fyrsta málið í dystinum, og sostatt er hon nú komin upp á 19 mál í 11 dystum. NSÍ hevur nú 26 stig, og er á øðrum plássi í deildini.
KÍ er framvegis oddalið, tær hava 30 stig og hava spælt ein dyst færri enn NSÍ.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2023
Spania gjørdist evropameistari fyri U20-landslið í fjør, men í gjárkvøldið gjørdu Føroyar nærum eftir vild fyrstu 40 minuttirnar móti teimum
Fyrri hálvleikur var framúr góður - helst tað allarbesta sum hesin árgangurin nakrantíð hevur spælt fyrr: Hetta tá hugsað verður um mótstøðu, týdning av dysti og vakurleika/effektiviteti í spælinum.
Føroyar spældu 7 ímóti 6, og tað var ein ógvuliga góð loysn. Tað var ikki fyrrenn nakað inn í seinna hálvleik, at spaniólar fingu bilbukt við føroyska yvirtalsspælið, sum Elias Ellefsen á Skipagøtu meistarliga stýrdi.
Spanski A-landsliðvenjarin Jordi Ribera sást forfardur stutt fyri hálvleik, tá munurin lá um tíggju mál, og hann og spanska toymið høvdu álvarsamar anlitskeipur eftir dystin. Allarflestu áskoðarnir í høllini hildu tó við Føroyum, og teir tyktust bergtiknir.
Hóast tað var alt annað en pent seinastu tjúgu minitturnar, tá Spania minkaði um munin við átta málum, so fingu føroyingar ein "stóran" sigur undir land móti spaniólum. Teir allarflestu í hesum hópinum gjørdust evropameistarar fyri U20-lið í Portugal í fjør, tá Føroyar endaðu á tíggjunda plássi.
Sambært veddingarfyritøkunum var Spania ein av størstu favorittunum at vinna HM-endaspælið. Hjá Danske Spil var liðið beint undir týsku vertunum, og gav pengarnar 2,50 ferðir aftur. Føroyar vóru á sætta plássi við odds 16.00. Eisini hjá Bet365 var Spania í topp-trý.
Undan júst hesum dystinum var Spania stórfavorittur, men Føroyar gjørdu hetta til skammar við at vinna dystin, bólkin og fáa tvey stig við sær víðari.
Mistu luftina seinastu 20 minuttirnar
Grundarlagið ið føroyska U21-landsliðið legði fyri steðgin vísti seg at verða ógvuliga týðandi. Seinni hálvleikur var samanlagt ikki góður, hóast Føroyar leingi hevði tak á sponsku evropameistarunum.
Føroyska álopsspælið misti av álvara luftina seinastu tjúgu minuttirnar. Munurin var framvegis 11 mál, og okkara høvdu skorað 28 ferðir uppá bert 40 minuttir. Næstu 13 minuttirnar skoraðu Føroyar bert trý mál.
Martinez í spanska málinum fekk veruliga tak á, Spania fekk eisini loyst føroyska yvirtalið betri - við millum annað at fara hægri á Elias á Skipagøtu, og teknisku villurnar og óvissan sníktu seg inn í føroyska spælið.
Føroysku spælararnir tyktust heldur móðir og merktir. Tíbetur gjørdi Spania sær ikki dælt av øllum mistøkunum, men tað gjørdist heldur spennandi seinastu løtuna, sum Spania otaði seg nærri. Verjan stóð ikki so væl, men avgerandi støður hjá Sveini Olafssyni, og serliga Paula Jacobsen vóru við at halda muninum á 3-4 málinum seinastu løtuna.
Málverjin Pauli Jacobsen varð kosin dagsins maður, og bjargaði næstan 40 prosent av sponsku skotunum. Við sigrinum fáa Føroyar tvey stig við til høvuðsumfarið, sum verður í Hannover og byrjar sunnudagin.
Føroyar skulu spæla móti Brasil og Portugal og vinna minst ein fyri at koma víðari til fjórðingsfinalurnar.
HM-endaspæl fyri U21-landslið - Bólkur D
Fríggjadagin 23. juni í GETEC Arena í Magdeburg
Føroyar - Spania 34-31 (21-10)
Dystargongdin:
5 min: 5-2
10 min: 10-3
15 min: 13-4
20 min: 17-6
25 min: 19-9
30 min: 21-10
35 min: 24-13
40 min: 28-17
45 min: 30-20
50 min: 31-25
55 min: 33-29
Føroyskir málskjúttar:
Hákun West av Teigum 8 (1)
Ísak Vedelsbøl 8
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 (1)
Rói Ellefsen á Skipagøtu 5
Pauli Mittún 3
Sveinur Olafsson 1
Bjarni í Selvindi 1
Pauli Høj 1
Endaliga støðan í bólkinum:
Føroyar 6
Spania 4
Japan 2
Angola 0
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. juni 2023
Komandi Bundesliga-spælararnir hjá Føroyum skoraðu 11 mál hvør hósdagin - spælskiparin og høgri vongurin eru ógvuliga týðandi fyri vegin víðari hjá U21 í Týsklandi
Magdeburg, Týskland (Portalurin) - Tá man er sáttmálabundin við felag í Bundesliguni frá í summar og nøkur ár fram, so skal man helst gera mun á sínum U21-landsliði í einum HM-endaspæli. Hetta er støðan hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, og hoyvíkingarnir hava higartil eisini syrgt fyri flestu málunum hjá Føroyum og spælt á sínum høga stigi, teir allarflestu minuttirnar teir hava verið á vøllinum.
Í fyrsta dystinum móti Angola týsdagin, vóru Elias og Hákun báðir 100 prosent í sínum skotum. Teir spældu bert 17-18 minuttir, men skoraðu báðir fimm mál í opnum spæli. Elias kom síðani inn at taka tvey brotskøst afturat. Spælskiparin hevði nakrar tekniskar villur, áðrenn hann varð spardur, men gjørdist toppskjútti í dystinum og dagsins maður.
Í næsta dystinum hósdagin var tað Hákun, ið fekk heiðurin. Hann skoraði 11 mál og var til einaferð í seinna hálvleiki ógvuliga tryggur, men síðani fekk japanski málverjin fatur á nøkrum skotum hjá høgra vonginum. Hetta var eftir, at hann justeraði sítt útgangsstøði nakað. 11 av 15 frá Hákuni er tó væl og virðiliga góðtikið, og tað eru júst tey somu skottølini hjá Eliasi móti Japan.
Báðir spældu allan dystin - Elias Ellefsen á Skipagøtu var tó rímiliga sjáldan inni í verjuni. Bróður hansara og systkinabarnið høvdu eisini fleiri mál og upplegg úr bakketuni, og Janus Dam Djurhuus skoraði seks ferðir av vinstra vongi - hann spældi bert ein hálvleik.
Harvið hevur Hákun West av Teigum longu skorað 16 mál í kappingini, og hevur høgri vongurin, sum seinni í ár skal umboða Fücshe Berlin, skorað júst 80 prosent av sínum skotum í HM higartil.
Elias á Skipagøtu skal skjótt til týsku meistararnar, THW Kiel, og hann liggur beint omanfyri 80 prosent. Umframt at vera heilt tryggur uppá brotskøst, høgdi Elias nøkur skot inn frá níggju metrum, og legði hann eisini upp til 11 føroysk mál.
Í nøkrum førum vóru tað bóltar út til Hákun, og tvær ferðir var tað vongurin, ið fann spælskiparan, tá Føroyar skoraðu við flúgvara - eisini nevndir japanari - í 39-34 sigrinum á Japan. Menninir, sum stóðu fyri nógvum av málunum í meira tætta dystinum, eru úrmælingar og vera heilt vist týðandi í royndini at koma heilt langt í endaspælinum.
Hákun West av Teigum í einum av sínum 15 skotroyndum - ofta legði hann bara bóltin innum, uppum ella undir japanska málverjanum. Saman við Janusi Dam Djurhuus hinimegin hevur hann verið umráðandi í føroyska kontraspælinum (Mynd: Sverri Egholm)
Hákun hyggur at, meðan Elias høggur bóltin í kassan (Mynd: Sverri Egholm)
Fleiri myndir
Báðir umrøddu spælararnir hava verið við í grein á heimasíðuni hjá IHF, har teir svara uppá hvat er hent við føroyskum hondbólti, og hví teir kunnu vera avbjóðarar í HM. Greinin kann lesast her
HM-endaspæl fyri U21-landslið - Bólkur D
Hósagin 22. juni í GETEC Arena í Magdeburg
Føroyar - Japan 39-34 (21-17)
Føroysku málskjúttarnir:
Hákun West av Teigum 11 (1 brotskast) - 15 skot
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 (2) - 15 skot
Janus Dam Djurhuus 6
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Pauli Mittún 3
Ísak Vedelsbøl 2
Pauli Høj 1
Bjarni í Selvindi 1
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2023
Føroyar bygdu sær skjótt eina leiðslu upp móti Angola, og hóast seinni hálvleikur var rótutur, so komu stigini hjá U21-liðnum ongantíð í vanda
Føroyar løgdu út sum eitt óløgi í Magdeburg týsdagin, meðan Angola ikki fekk fótfestið í fyrsta HM-dystinum í bólki D.
Tað var skjótt, at leiðslan fór upp um fimm málum og gekk ímóti tíggju. Hóast nakrar tekniskar villur - helst millum annað orsakað av sjálvum bóltinum - so skoraðu føroysku spælararnir uppá so allar møguleikarnar, og Pauli Jacobsen og verjan stóðu væl. Bert átta mál komu inn fyri steðgin, og hoyvíkingurin í málinum hevði 12 bjargingar.
Longu í fyrra hálvleiki skiftu Føroyar nógv út, og Pauli Mittún, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum spældu bert beint yvir helmingin av hálvleikinum. Elias, sum hevði fleiri góð gjøgnumbrot og skot fyrstu løtuna, kom gamaní inn at taka brotskast eftir hetta.
Angola royndi at steðga Elias Ellefsen á Skipagøtu, men tað eydnaðist ikki væl hjá teimum, teir minuttirnar spælskiparin var inni. Hann skoraði uppá øll síni skot - átta - og gjørdist dagsins spælari (Mynd: IHF)
Pauli Jacobsen og Bjarni í Selvindi til tjóðsangin - báðir spældu væl í dag (Mynd: IHF)
Ísak Vedelsbøl og Sveinur Olafsson spældu í miðverjuni tað mesta av fyrra hálvleiki - tað eydnaðist í stóran mun væl (Mynd: IHF)
Allir spælararnir í hópinum spældu rímiliga nógv, og av teimum sum ikki byrjaðu inni, gjørdu serliga Bjarni í Selvindi, Rói Ellefsen á Skipagøtu og Kristian Jensen vart við seg - allir skutu fýra mál. Bjarni gjørdi bart við skotum, fríspælingum og gjøgnumbrotum, umframt fínum verjuspæli, men skálamaðurin noyddist tíverri út miðskeiðis í seinna hálvleiki, eftir at bakkurin fekk alboga í høvdið, og hann fór at bløða. Rói fekk til tíðir glið á spælið mitt fyri og hevði flott mál og assist; millum annað til vestmenningin Kristian Jensen á strikuni.
Tað merktiskt annars, at man til tíðir spældi við samamsetingum, sum ikki hava verið so vanligar - bæði í álopi og verju. Eina løtu skoraði Angola ov lætt, og føroyska liðið misti alt ov nógvar bóltar í dystinum. Sum nevnt er nýggi HM-bólturin eitt slag av avbjóðing, men tað vóru eisini ósketni, skeivar avgerðir og tekniskar villur, sum Angola trýsti Føroyar at gera við ágangandi og álopskendum verjuspæli.
At tað ikki var veruligur spenningur í dystinum, og at spælið hjá serliga Angola var óskipað, sást eisini. Síðsta løtan var tó góð hjá Føroyum, og okkara vóru ongantíð nær við at seta tey bæði neyðugu stigini í vanda. Breiddin varð væl nýtt, allir komu í gongd, og nú er hvíld í umleið tvey samdøgur.
HM-endaspæl fyri U21-landsliðið, 2023
1. umfar í bólki D - týsdagin 20. juni í Magdeburg
Føroyar - Angola 34-21 (18-8)
Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8 (3)
Hákun West av Teigum 5
Bjarni í Selvindi 4
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Kristian Jensen 4
Janus Dam Djurhuus 2
Bogi Hansen 2
Pauli Mittún 1
Ísak Vedelsbøl 1
Brian Slyne 1
Ovi Lützen 1
Aleksandar Lacok 1
Dagsins spælari: Elias Ellefsen á Skipagøtu
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2023
Talan er um ein spennandi hóp, ið skal til Kroatia at kappast fyrst í august. Føroyar eru í bólki við Svøríki, Iran og Burundi
Fyrst í august mánaði verður tað U19-dreingirnir í hondbólti, sum skulu spæla um eitt heimsmeistaraheitið.
Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl, Aleksandar "Sasha" Lacok og hinir stóðu seg væl til EM í fjør, har teir endaðu í topp-tíggju, og hesir eru sjálvandi á listanum, sum Hondbóltssambandið kunngjørdi í vikuni.
Eftir fleiri venjingar hava venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, úttikið hesar 16 leikarar til endaspælið í Kroatia, sum verður fyrst í august.
Málverjar:
Leivur Joensen, VÍF
Aleksandar Lacok, Neistin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2023
Mark Lausen-Marcher og Djóni Gaard Joensen vera venjarar hjá H71-monnum. Eisini kemur Djóni at starvast fulla tíð hjá felagnum, og vera ítóttarligur leiðari og samskipari
Komandi kappingarár koma Mark Lausen-Marcher og Djóni Gaard Joensen sum venjarar at hava ábyrgdina av besta manslðnum hjá H71 saman við Ára E. Dam sum málverjavenjara og Hera Ziska sum kropsligum venjara.
Mark Lausen-Marcher er útbúgvin “divisiónsvenjari” og Djóni Gaard Joensen er í holt við somu útbúgving, sum verður lokin seinri í ár. Mark hevur drúgvar venjararoyndir sum landsliðsvenjari og sum venjari hjá monnum og kvinnum hjá H71.
Djóni Gaard Joensen hevur í nógv ár verið ungdómsvenjari í H71 eins og hann seinasta kappingarár, saman við Simon Olsen, hevur havt ábyrgdina av bæði kvinnum og monnum hjá felagnum. Djóni hevur eisini verið landliðsvenjari hjá U04 landsliðnum sum fekk frálík úrslit í Montenegro seinasta ár og sum aftur í ár skal royna seg í HM endaspæli í Kroatia í summar.
Djóni Gaard Joensen kemur at starvast fulla tíð hjá H71, har hann kemur at verða ítróttarligur leiðari og samskipari, umframt at hann eisini kemur at venja ungdóm.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2023
Jakob Lárusson, ið vandi kyndilskvinnur farna kappingarár, skal venja mansliðið hjá Kyndli saman við Davidi Edvardsen
Kyndil hevur gjørt ein eitt-árs sáttmála við Paulo Costa, nú gjørt er av, at Jakob Lárusson, ið vandi kyndilskvinnur farna kappingarár, skal venja mansliðið hjá Kyndli saman við Davidi Edvardsen.
Paulo Costa var frá 2015 til 2018 tekniskur samskipari hjá U20- og U18-monnunum hjá Porto. Frá 2018 til 2020 stóð hann á odda fyri fremsta kvinnuliðnum hjá Füsche Berlin, og frá 2020 til í ár vandi hann fremsta kvinnuliðið hjá Maiastars í Portugal.
Eyðun Rannváarson Jensen hevur verið ungdómsvenjari hjá Neistanum, og er í løtuni kropsligur venjari hjá HB. Sophus Dal Christiansen hevur í fleiri umførum verið høvuðsvenjari og hjálparvenjari hjá kyndilskvinnum.
(Mynd: Kyndil)
- Vit eru sera fegin um at hava fingið Paulo Costa til felagið, tí talan er um væl útbúnan og royndan venjara. Eisini fegnast vit um, at Eyðun og Sophus eru fúsir at menna kvinnuliðið saman við honum, og at Jakob Lárusson og David Edvardsen hava játtað at venja menninar, sigur Maibritt Johannessen úr nevndini hjá Kyndli.
Paulo Costa byrjar í venjarastarvinum 1. august, og skal umframt kvinnuliðið venja fleiri ungdómslið. Samstundis verður hann knýttur at hondbóltsskúlanum hjá Kyndli á Skúlanum á Fløtum.
- Tað er mær ein stór gleði og eisini stór ábyrgd at taka við sum venjari hjá kyndilskvinnum. Eg vænti mær eitt sera úrtøkuríkt kappingarár og gleði meg at byrja, sigur Paulo Costa.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2023
Sunnudagin gjørdist føroyski rógvarin nummar tvey í A-finaluni í einskullara hjá monnum
Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, vann farna vikuskiftið silvurheiðursmerki í World Cup kappingini í Varese í Italia.
Í A-finaluni í einskullara hjá monnum tryggjaði týski Oliver Zeidler sær gull við tíðini 6.36.18. Trý sekund seinni kom Sverri á mál – hansara tíð var 6.39.13.
Á triðja plássi var japanski Ryuta Arakawa við tíðini 06.44.16.
Í innleiðandi róðrinum og fjórðingsfinaluni fríggjadagin var Sverri Sandberg Nielsen annars fremstur á mál, og tað sama í hálvfinaluni leygardagin.
Í mai luttók Sverri Sandberg Nielsen í ársins fyrstu World Cup kapping, sum var í Kroatia, og tá bleiv tað eisini til eitt silvurheiðursmerki. Í mai var eisini EM í rógving á skránni í Slovenia, men har endaði Sverri á einum fjórða plássi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2023
Jákup Petur Eliassen var aftur væl koyrandi leygardagin og kundi tí, eftir 3 tímar og 35 minuttir á súkkluni, koyra ein tryggan sigur heim, og fáa enn eitt gull FM heiðursmerki um hálsin
Í góðveðrinum farna leygardag varð skipað fyri FM í VEG súkkling. Byrjað varð í Runavík, og málið var í Havn. Ein teinur á 104 kilometrar tá leiðing gongur um Eiðisskarð og eftir Oyggjarvegnum til Havnar.
Talið á súkklarum var metstórt, eftirsum SST aftur í ár hevði avgjørt at skipa FM kappingina saman við einum súkkluátaki, ið kallast "Súkkluavbjóðingin 2023". Ikki færri enn 67 súkklarar bjóðaðu sær sjálvum og øðrum súkklarum av.
Meðan Team Rynkeby fyrireikar seg til langa túrin úr Klaksvík til Paris, so fyrireika føroyskir súkklarar seg til oyggjaleikir, sum eisini verða fyrst í juli.
Ein kvinna hevði avgjørt at royna seg í kappingini um FM heitið, og er tað ein sum tvær ferð áður hevur súkklað á Team Rynkeby liðnum. Sigrid Bjartalíð royndi seg á fyrsta sinni í einari súkklukapping, og eftir tann 104 kilometra langa teinin kann hon nú kalla seg føroyarmeistara í súkkling.
Kvinnurnar koyrdu sama tein sum menninir, og Sigrid brúkti 5 tímar, 9 minuttir og 43 sekund um teir 104 kilometrarnar.
Jákup Petur endaði aftur ovast á sigurspallinum
Undan kappingini var Jákup Petur Eliassen ein av favorittunum at vinna kappingina. Magni Hansen, sum koyrdi eina sera góða tíðarkoyring mikudagin, var ikki við leygardagin. Eisini hann var eitt gott boð til eitt pláss á sigurspallinum. Helgi W. Olsen var uttanlands í arbeiðsørinum, og hann var tí heldur ikki við. Hilmar Hansen sum er stinnur bæði í fjallasúkkling og í vegsúkkling, var heldur ikki við.
Men aðrir vóru við, og tí vóru tað aðrir, ið bjóðau sær sjálvum og favorittinum av.
Byrjað var í Runavík. Leiðin gekk fyrst móti Rituvík, og síðan Runt Agnið. Tá stóri hópurin var komin aftur til Runavík, var givið leyst, og tí frítt hjá súkklarunum at koyra. Ferðin fór upp, og skjótt blivu 67 til 20, sum síðan blivu til átta mans, sum við góðari ferð settu kós móti Funningsfirði.
Tá leiðin gekk móti Funningi høvdu tveir súkklarar lagt seg á odda, og vóru tað Jákup Petur og Gunnar Dahl-Olsen.
Seks blivu til tveir, og nú vóru tað Pauli Poulsen og Bogi Gregersen, sum royndu at koyra Jákup Petur og Gunnar innaftur soleiðis, at teinurin gjøgnum Sundalagið ikki bleiv so drúgvur.
Jákup Petur og Gunnar øktu niðan móti Eiðisskarði, og tá leiðin gekk oman móti Eiði vóru tað góð 40 sekund millum bólkarnar.
Var tað tungt at koyra niðan úr Funningi, so var tað enn tyngri at koyra slætta teinin suður gjøgnum Sundalagið. Mótvindur var, og tað var ikki við mýkindum.
Meðan Bogi fekk trupulleikar við gearunum, so møddist Gunnar meir og meir. Jákup Petur koyrdi tí frá Gunnari niðan úr Hósvík, og Pauli kundi uttan hóvasták koyra frá Boga, sum nú hevði fingið tekniskar trupulleikar at dragast við. Ein og ein stríddi seg tí, fyrst móti Effostøðini í Kollafjarðadali, og síðan eftir Oyggjarvegnum til Havnar.
Jákup Petur var aftur væl koyrandi leygardagin, og hann kundi tí, eftir 3 tímar og 35 minuttir á súkkluni, koyra ein tryggan sigur heim, og fáa enn eitt gull FM heiðursmerki um hálsin.
Minni trygt var tað hjá Gunnari. Við Effostøðína í Kollafjarðadali vóru tað fýra minuttir millum Gunnar og Paula. Í súkkling eru fýra minuttir nógv, men tá Oyggjarvegurin er brattur, harður og drúgvur at koyra, so kann tað knappliga ikki verða so nógv.
Eins og Jákup Petur, er Pauli drúgvur á súkkluni. Fýra minuttir blivu til tríggir og tá leiðin gekk fram við Norðradalsskarð, vóru tað bert tveir minuttir millum teir báðar, sum jagstraðu silvurið. Pauli nærkaðist tá tað gekk niðaneftir, og tá tað gekk omaneftir, fekk Gunnar vunnið sær nøkur sekund aftur.
Gunnar kom á mál sum nummar tvey, men tað var bara akkurát. Tað gingu bert 38 sekund, so koyrdi Pauli Poulsen um málstrikuna, sum nummar trý, og FM bronsuvinnari.
Eftir ætlan skuldi FM kappingin í býarsúkkling koyrast sunnudagin. Vegna ov lítla luttøku avgjørdi SST (Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon) at útseta kappingina til eftir Oyggjaleikir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2023
Kappríðing var við Leynavatn leygardagin í allar besta veðri
Sólin skein oman og niðan, tá rossini skuldi renna kapp við Leynavatn leygardagin. Tað vóru eisini nógv fólk komin at hyggja at spennandi kappingini.
Serliga stórur var spenningurin undan kappingini í tvíspor 1. flokki. Átta ross vóru meldað til, og er hetta hægsta tal seinastu mongu árini. Tað gjørdist eisini ein sera tøtt kapping, um ikki í sjálvum riðlinum, har var eingin heit tættur riðil. Men í kappingini um fyrsta plássið var tætt og nummar eitt, tvey og trý komu úr trimum ymiskum riðlum. Tað var minni enn 0,6 sekund millum hesi nummar eitt og trý, tá er gott við góðari tøkni at máta tíðina.
Nummar eitt var sama ross sum vann ið fjør, Bragi av Eiði, hesaferð við Elisabeth Niclasen á baki. Nummar tvey var Silfa úr Havn við ungu Ása Bárðardóttir, hon vann harvið silvur í fyrstu royndini millum tey vaksnu. Nummar trý var Thor úr Syðradali við Regin Johannesen.
Størsti flokkurin á degnum var trav; 12 ross vóru við, vinnari gjørdist Grettir av Argjum við Halli Hansen sum reiðmanni, nummar tvey var Prinsessa úr Havn og Elisbeth Niclasen, nummar trý var Brita og Regin Poulsen úr Miðvági.
Tvíspor II flokk vann Hans Pauli Poulsen á Tindi. Hinar flokkarnar vunnu hesi: Tvíspor ung, Sirkill og Ranja K. H. Djurhuus. Skeið Stígur og Randarsól Heinesen. Tølt vann Sirkill við Ranju K.H. Djurhuus. Stuttleikakappingina vunnu Viti og Jóna Ólavsdóttir.
Øll úrslitini síggjast her: Úrslit Leynavatn
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2023