Leygardagur 04. november 2023 | Nr. 44 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 17
SíÐa 22
SíÐa 3
SíÐa 14
SíÐa 21
SíÐa 27
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
“Vit kunnu ikki bæði hava eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk og samstundis rinda minni í skatt. Vit hava givið tykkum lyfti um skattalætta, so mugu sjúkrahúsini sigla sín egna sjógv”.
Vit siga ikki, at onkur hevur hugsað henda tankan í Tinganesi hesa vikuna. Men tað er lætt at fáa tann illgrunan.
Eftir drúgva orrustu í løgtinginum hósdagin, har nakrir av sjúkrarøktarfrøðingunum vórðu lóggivnir til arbeiðis, fór restin av starvshópinum hjá tí almenna í samhugaverkfall í protest.
Og meðan samhugaverkfallið legði sína doyvandi dýnu yvir føroyska samfelagið í gjár, kallaði onnur av stríðshønunum í sáttmálaósemjuni inn til tíðindafundar fyri at greiða almenninginum frá, hvussu lovaði skattalættin hjá samgonguni fer at síggja út.
Spurningurin er nú, hvør verður glaður? Neyvan eru tað sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum eru í øðini inn á tvørrandi viljan hjá fíggjarmálaráðnum at skilja, at føroyska heilsuverkið liggur í andaleypi, og at sjúkrarøktarfrøðingar fara at søkja burtur í hópatali, um sáttmálaynski teirra ikki verða gingin á møti.
Er tað betur, at eitt miðalhúski fær 1.550 krónur meira um mánaðin at liva fyri komandi ár, enn at tær flógvu hjálpandi hendurnar á sjúkrahúsunum fáa fýra prosent í lønarhækking?
Slíkir spurningar kunnu ikki svarast. Tí er tað, at vit velja politikarar til at stýra landinum. Og sitandi landsstýrið kennir svarið. Tey tóku í gjár, meðan samfelagið lá í andaleypi orsaka av massivum samhugaverkføllum, avgerð um, at tað eina av mongum vallyftum, sum vóru givin á valinum í fjør skal haldast.
Nevniliga skattalættin til lág- og miðalinntøkurnar.
Onki er lættari hjá einum politikara, enn at geva skattalætta.
Tað eru aðrar avgerðir enn skattalætti, ið krevja politiskt dirvi. Men har hevur sitandi samgonga ikki víst seg frá síni sterku síðu enn.
Veruliga átrokandi mál liggja og bíða óloyst. Í politiskum ráðaloysi og ómegd. Vit tíma ikki at blíva við til at nevna hvørji tey eru. Tí tað hendir onki. Eitt verkfall kom í vegin. Ella onkur landsstýrismaður ella -kvinna mátti fara uttanlands í øðrum týdningarmiklari ørindum. Umberingarnar eru nógvar.
Politiska skipanin í Føroyum er við at køva seg sjálvum – av berum atgerðarloysi. Ongin flokkur er betur enn annar. Siga og lova eitt meðan tey eru í andstøðu. Siga og gera eitt annað, tá tey fáa ábyrgd og politiski veruleikin rakar.
Sær út til, at verandi politikarar ikki eru førir til annað enn at sløkkja eldar, meðan avgerandi nýskipanir og neyðugar tillagingar liggja og bíða. Okkum tørvar eitt løgting, sum er virkisført. Frels okkum frá blokkpolitikki!
Vórðu fongslað í grundlógarhoyri fyri afturlatnum hurðum fyri góðari viku síðan
Tvey fólk sita í løtuni varðhaldsfongslað í einum rættiliga álvarsligum máli um harðskap.
Løgreglan váttaði fyri Portalinum hósdagin, at løgreglan herfyri handtók tvey fólk, sum í síðstu viku vórðu framstillað í grundlógarhoyri fyri afturlatnum hurðum, har tey vórðu fongslað, fyribils í 14 dagar.
Talan er um eitt álvarsligt harðskapsmál, og løgreglan váttar eisini, at talan er um harðskap móti einum barni.
Meira vil løgreglan ikki siga í løtuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2023
Arbeiðið at knýta Nema í farnetið hjá Føroya Tele er sett í gongd. Arbeiðið er mett at taka umleið 10 vikur, og sostatt tendrar 5G væntandi um ársskiftið
5G er seinkað, men um ársskiftið tendrar nýggja farnetið hja Føroya Tele, sum Nema eisini fær atgongd til.
– Tað harmar okkum, at 5G er seinkað, og at kundar framvegis ikki hava fingið atgongd til 5G og hentleikarnar, sum nýggja farnetið fer at bjóða. Nú sær tó bjartari út, og vit eru fegin um, at 5G tendrar um ársskiftið, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti.
Fyri einum ári síðani var liðugt at skifta sendistøðir og seta nýggjar upp. Síðani hevur arbeiðið snúð seg um at neyvstillað og leggja um til Ericsson kjarnutøknina.
Verkætlanin hevur frá byrjan verið darvað av avbjóðingum uttaneftir, sum hava havt seinkingar við sær. Veitarar við stórum týdningi hava ikki megnað at veitt útgerð til tíðina, og tí hevur m.a. verið neyðugt at kanna nýggjar loysnir, sum hava ført til enn fleiri seinkingar.
Í flestum førum eru góðar tøkniligar loysnir funnar, men í einstøkum førum hava loysnirnar ikki lokið tøkniligar standardir og treytir, og tey krøv, sum eru sett – tað hevur eisini elvt til seinkingar.
Arbeiðið at knýta Nema í 5G-netið er byrjað, samstundis sum stórur dentur verður lagdur á at neyvstilla og gera rættingar fyri seinastu ferð, áðrenn 5G tendrar um ársskiftið.
– Vit hava frá byrjan lagt stóran dent á at órógva um minst. Tíverri hava kundar verið órógvaðir, men tá ið samanum kemur er endamálið at tryggja eitt inkluderandi, burðardygt og sterkt farnet, sum skal virka fyri ídnaðarmenning, eggja til nýhugsan og skapa trivnað, sigur stjórin í FT Samskifti.
Í fjør heyst skrivaðu Nema og FT Samskifti undir avtalu um, at Nema knýtir í 5G-netið, sum eru sendistøðirnar í nýggja Ericsson-farnetinum hjá Føroya Tele. Avtalan fevnir um javnsetta atgongd til sendistøðirnar, men ikki um kjarnutøknina á farnetinum.
Sostatt fáa kundarnir sama dekning, somu ferð og sama kapasitet, meðan veitararnir framhaldandi tryggja kapping á marknaðinum við at hava hvør sína kjarnutøkni, har teir kunnu veita sínar serstøku tænastur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2023
Flest allir sjúkrarøktarfrøðingar í landinum fóru til hús tá tað gjørdist greitt, at løgtingið skuldi viðgera uppskotið um at lóggeva nakrar av sjúkrarøktarfrøðingunum aftur til arbeiðis
Tað leikaði hart á í løgtinginum hósdagin. Flest allir sjúkrarøktarfrøðingar í landinum fóru til hús, meðan meðan løtgintið arbeiddi við at lóggeva nakrar av sjúkrarøktarfrøðingunum aftur til arbeiðis.
Løgtingssalurin var á tremur av sjúkrarøktarfrøðingum og ábyrgdarpers´num frá øðrum fakfeløgum, sum fylgdu støðuni tætt.
Eftir at hava fundast allan dagin, varð lógaruppskotið samtykt. Andstøðan saman við stórum parti av Sambandsflokkinum atkvøddi fyri. Miðflokkurin, Fólkaflokkurin og Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum atkvøddi ímóti.
Hetta førdi til, at stórur partur av fakfeløgunum valdu at lýsa 24 tíma samhugaverkfall við sjúkrarøktarfrøðingunum í gjár.
Her er nakrar myndir frá tinginum í gjár. Fleiri myndir her
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Aksel V. Johannesen, løgmaður, legði uppskotið fram vegna Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu við arbeiðsmarknaðarmálum, sum ikki var stødd í landinum henda dagin
Ruth Vang hevur staðið fast um, at landskassin ikki megnar at ganga lønarkrøvunum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum á møti. Her í tingingum við floksfelagarnar Hannu Jensen og Sólvit Nolsø
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2023
Tað er ikki ólógligt at brúka ein firmabil privat, men so er talan um frían bil, og nýtslan er skattskyldig. Taks fer í næstum at gera nýtslusýn av firmabilum
Brúkar tú firmabilin privat, so skalt tú rinda skatt av koyringini, tí so er tað fríur bilur. Arbeiðsplássið skal kanska eisini endurrinda mvg'ið, tað fekk aftur fyri bilin.
Tað skrivar Taks í tíðindaskrivi, har mint verður á hvørjar reglurnar eru á økinum við firmabilum.
Tað er sama søga, um tú fert á møti við bilinum, til fótbóltsdyst, koyrir børnini í barnagarð, keypir morgunbreyð til familjuna og hvat sum helst, ið ikki hoyrir til uppgávurnar hjá arbeiðsplássinum, siga tey.
Annarhvør føroyingur heldur, at reglurnar um firmabilar verða ikki hildnar. Tað kemur fram í feskari brúkarakanning, har TAKS spyr fólk, hvussu raskir føroyingar eru at halda skattareglur landsins. Nógvir ymiskir spurningar verða settir, og tá ið ræður um firmabilar, halda 64 prosent av teimum spurdu, at firmabilar hjá almennum stovnum verða brúktir privat, og 40 prosent, at firmabilar hjá fyritøkum verða tað.
Tað er ikki ólógligt at brúka ein firmabil privat, men so er talan um frían bil, og nýtslan er skattskyldig.
Fólk halda, at nýtslan av firmabilum skal kannast. Tað tekur TAKS til eftirtektar og fer í næstum at gera nýtslusýn av firmabilum, har tað til ymisk høvi fer at verða kannað, um firmabilar verða brúktir sambært reglunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2023
Triði ársfjórðingur hevur verið merktur av bæði innláns- og útlánsvøkstri
Virksemið hjá BankNordik samtakinum royndist sum heild væl ársins fyrstu níggju mánaðir, nú roknskapurin fyri triðja ársfjórðing verður almannakunngjørdur í dag.
Umframt góð roknskaparúrslit bera roknskapartølini eisini boð um, at føroysku fyritøkurnar og føroysku húsarhaldini sum heild hava staðið seg væl í einum tiðarskeiði, sum annars hevur verið merkt av rentuhækkingum og høgari inflatión.
Hóast góð úrslit er hetta fyrsti ársfjórðingur síðani fyrsta ársfjórðing í 2021, at niðurskrivingar ikki eru afturførdar, sum kann vera eitt tekin um, at broyttu fortreytirnar við hægri rentum og inflatión byrja at merkjast.
Hyggja vit eftir yvirskipaðu útlitunum fyri restina av árinum, so eru tey sum heild góð.
Fleiri spara saman við rentu
Síðani rentan á heysti í fjør fór frá at vera negativ til positiv, er innlánsrentan hækkað við meira enn trimum prosentstigum. Hetta hevur samstundis havt við sær, at innlánini eru hækkað. Hjá privatkundum eru innlánini hækkað við 5,2 prosentum síðani sama tíðarskeið í fjør, og bara í triðja ársfjórðingi í ár eru innlánini hjá privatkundum hækkað við 2 prosentum.
Turið F. Arge, forstjóri
- Vit bjóða okkara kundum ymiskar samansparingarmøguleikar við munagóðum rentum, soleiðis at kundin kann fáa meira fyri sínar pengar. Tað er gleðiligt at síggja, at alsamt fleiri kundar taka av hesum møguleikanum og seta sínar innistandandi pengar á kontur við góðum rentum. Sum nakað nýtt bjóða vit eisini samansparingarkontu við góðari rentu uttan binding, sum okkara kundar eisini hava tikið væl ímóti, sigur Turið F. Arge, forstjóri.
Vænta ikki nógvar rentuhækkingar afturat
Samstundis sum innlánsrentan er hækkað munandi hetta seinasta árið, er útlánsrentan eisini hækkað, og tað er sostatt vorðið dýrari at lána pening. Tað er tó einki, sum bendir á, at títtleikin á rentuhækkingum, ið vit hava sæð hetta seinasta árið, fer at halda fram.
- Árið higartil hevur verið serstakt á tann hátt, at vit hava havt rættiliga nógvar rentuhækkingar upp á lutfalsliga stutta tíð. Vit síggja tó ikki tekin um, at hendan gongdin fer at halda fram. Harafturímóti væntar marknaðurin ein stilnað í gongdini, og at núverandi rentustøði fer at halda fram í eina tíð aftrat. Hyggja vit eftir kundunum, so hava teir víst seg at standa væl ímóti teimum búskaparligu avbjóðingunum, sum hava merkt bæði 2022 og 2023.
- Tá ið tað so er sagt, so vita vit, at hækkandi rentur og høg inflatión ávirka fíggjarstøðuna hjá okkara kundum, og hóast tað enn sær út til, at kundarnir megna at svara sínum skyldum, so vænta vit, at hetta kann broytast og sostatt bera við sær hækkandi niðurskrivingar komandi tíðina», sigur Turið F. Arge.
Roknskapurin í stuttum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2023
Innlánsrenturnar hækka við hálvum og útlánsrenturnar við fjórðings prosentstigi
Innlánsrenturnar hjá Norðoya Sparikassa hækka við upp til 0,50 prosentstigum og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 prosentstigum, galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar.
Broytingarnar koma í gildi tann 5. desembur 2023.
Broytingarnar eru grundaðar á seinastu rentuhækkingar hjá Evropeiska Miðbankanum og Danska Tjóðbankanum, sum í septembur hækkaðu leiðandi renturnar við 0,25 prosentstigum.
Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2023
Málið er, at í 2030 hevur ferðavinnan gjørt Føroyar, heimland okkara, til eitt betri samfelag, sosialt, búskaparliga og umhvørvisliga
Nýggj ferðavinnustrategi 2030 setur kós og mál fyri føroyska ferðavinnumenning komandi árini. Grundarlagið er hundraðtals samrøður og fundir, eins og frískur íblástur frá ferðafólkum og samstarvsfeløgum okkara í altjóða høpi: Ein sokallað ‘bottom-up’ strategi, sum er fyrsta av sínum slag innan ferðamál í heiminum.
Ferðavinnan í Føroyum hevur seinastu árini verið vaksandi soleiðis, at hon nú er ein týðandi geiri í føroyska samfelagsbúskapinum. Ferðavinnan hevur givið okkum óteljandi nýggjar møguleikar og mentanarupplivingar, hon er drívmegi í nýskapan og menning á so mangan hátt. Hon hevur økt tilvitskuna millum føroyingar um egið tilfeingi og møguleikar her á landi.
Samstundis er týdningarmikið at hava í huga, at ferðavinnan skal altíð gagna heimlandi okkara. Hon skal ikki gerast endamál í sjálvari sær og vit skulu ikki broyta heimligu viðurskiftini, fyri at ferðavinnan skal vaksa.
Heim
Í Móðurmálsorðabókini eru mangar lýsingar av orðinum ”heim”, eitt nú ”staður, har ein býr.” Í orðtøkum, yrkingum og vendingum kemur orðið ofta fyri: Heima er best, Heim, kæra heim, Heimið er har, sum hjartað er og Vit sigla heim.
Føroyar eru meiri enn eitt ferðamál – tær eru heim okkara
Hesin stutti setningur hevur íblástur frá viðgitna skaldinum og umhvørvisverndarmanninum Gary Snyder, ið segði at “náttúran er ikki eitt stað at vitja, hon er heim”.
Hetta var kjarnan í mongu samrøðunum um ferðavinnu vit hava havt, og tí er hetta eisini grundhugsanin, sum er stýrandi fyri framtíðarætlan okkara. Í stremban okkara eftir at menna ferðavinnuna, skulu vit altíð hava í huga, hvørji vit eru, og hvar vit eru.
Mál okkara er, at í 2030 hevur ferðavinnan gjørt Føroyar, heimland okkara, til eitt betri samfelag, sosialt, búskaparliga og umhvørvisliga.
Arbeiðssetningur okkara er, at tryggja, at ferðavinnan er við til at styrkja, sýna fram og varðveita heimland okkara saman við føroyingum, ferðafólki, fyritøkum og felagsskapum.
Við hesum málinum stinga vit eina yvirskipaða leið út í kortið, fyri ferðavinnuna fram ímóti 2030. Við røttum fortreytunum ber til at røkka teim ítøkiligum langtíðar málum; Eitt styrkt heim, eitt opið heim og eitt varðveitt heim.
Fyri at halda hesa kós, arbeiðir Visit Faroe Islands við árligum virkisætlanum, ið taka støði í langtíðarmálunum, har nógv ymisk átøk verða sett í verk fyri at náa málunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2023
- Kommunurnar vóna við hesum at stuðla undir gransking, sum kann nýtast í kommunala geiranum til at loysa ítøkiligar avbjóðingarnar í framtíðini, sigur formaðurin í Kommunufelagnum
Leikluturin hjá kommununum á vælferðarøkinum gerst alsamt størri, og samstundis er vælferðarsamfelagið og harvið kommunurnar undir stórum trýsti av stóru demografisku broytingunum, sum eru fyri framman. Kommunurnar standa tí fyri samfelagsligum avbjóðingum, sum krevja nýhugsan.
Fróðskaparsetur Føroya og Kommunufelagið hava í hesum sambandi gjørt 5-ára avtalu um at menna og skipa granskingarsamstarv millum partarnar, sum báðir partar hava áhuga í og fáa ágóðan av.
Samstarvsavtalan eitur SetursKom, og tað eru Magni Mohr, prorektari fyri gransking á Setrinum, og Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, sum hava skrivað undir avtaluna.
Høvuðsdenturin í henni er at menna verkætlanir innan fyri gransking og nýmenning.
- Kommunurnar í dag hava stórt og alsamt vaksandi virkisøki. Meira enn triðja hvør almenn skattakróna verður nú brúkt til at røkja uppgávur í kommunala geiranum. Talan er um alt frá tekniska undirstøðukervinum í kommununi til allar borgararelateraðar tænastur frá vøggu til grøv, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Uppgávurnar, sum formaðurin í Kommunufelagnum tosar um, vaksa skjótt í vavi, bæði á tekniska og fysiska økinum, eins væl og á sosiala økinum. Virkisøkið er komplekst og fyri at reka tað skynsamt, so krevst vitan og nýhugsan.
- Við hesum í huga er upplagt at styrkja samstarvið millum Fróðskaparsetur Føroya og føroysku kommunurnar, sigur hann.
- Kommunurnar vóna við hesum at stuðla undir gransking, sum viðger og kemur við møguligum loysnum, sum kunnu nýtast av kommununum til at loysa ítøkiligu avbjóðingarnar, sum kommunurnar fara at møta í framtíðini. Í sama viðfangi fær Setrið størri innlit í kommunala geiran og virkisøkini hjá kommununum. Tí verður talan um samstarv, sum er til gagns fyri báðar partar, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Tann granskingin, sum samstarvsavtalan fevnir um, skal skapa nýggja varandi vitan, sum virkar fyri at betra um og at menna tær tænasturnar, sum kommunurnar veita.
- Heimurin broytist skjótt, og dagsins samfelag krevur snildar og burðardyggar loysnir. Kommunurnar hava nógvar avbjóðingar í dag, sum tykjast vaksa, sum tíðin líður. Hetta vilja vit á Setrinum hjálpa kommununum við og ætla at menna eina føroyska universitetskommunuskipan, har gransking verður sett í verk á kommunalum stigi, og har granskingargrundaðar loysnir verða mentar, sigur Magni Mohr, prorektari fyri gransking á Fróðskaparsetrinum.
Samstarvsavtalan er í fyrsta umfari galdandi frá 1. november 2023 til 31. oktober 2028.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2023
Vanliga fáa vit 6-10 tons í hvørt hálið, men síðsta túr høvdu vit eitt hál á 18 tons. Tað er nógv tað mesta, vit hava fingið í einum háli, sigur Jákup Jakobsen, meistari á Trader
“The ocean cleanup” (rudda havið), byrjaði sum ein skúlaverkætlan í 2012, hjá 16 ára gamla niðurlendska dreinginum, Boyan Slat. Í dag, 11 ár seinni, er verkætlanin eitt rættiliga stót átak, við stuðli frá fleiri stórum fyritøkum, t.d. Coca-cola og Mærsk.
Tvey skip hjá Mærsk, Mærsk Trader og Mærsk Tender, eru við í hesum arbeiði, og har eru føroyingar umborð. Jákup Jakobsen er meistari umborð á Trader og greiddi soleiðis frá ruddingini á morguncafé í Tabor á Toftum herfyri.
- Okkara arbeiði, er at rudda havið í og við, at vit sleipa eitt stórt “trol,” sum er 2.800 metrar langt og 4 metrar djúpt. Í miðjuni er ein posi, sum plastið savnast í. Vit sleipa trolið við 1,5 míla ferð, og í 3-4 samdøgur, og taka so trolið inn og tøma posan. Skipini eru bygd til oljuvinnu, so tað er eitt sindur av arbeiði at taka trolið inn og fáa tað útaftur, sigur Jákup.
Hann greiðir frá, at fiskaða plastið verður savnað saman á dekkinum og síðani deilt upp í trý ymisk sløg. Plastposar verða brendir, meðan trol, trossar, plastíløt, boyur, kúlur og annað, sum er umleið 75 prosent av plastinum, verður latið í stórar posar og endurnýtt. Endurnýtt kallast tað granulat og verður nýtt í bilídnaði og aðrastaðni.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Havstreymarnir savna plastið
- Vit fáa nógv av gomlum fiskireiðskapi í, millum annað, traktir til állarúsur. Vanliga fáa vit 6-10 tons í hvørt hálið, men síðsta túr høvdu vit eitt hál á 18 tons. Tað er nógv tað mesta, vit hava fingið í einum háli, sigur hann.
- Tað eru serliga fimm støð í heiminum, har streymarnir savna flótandi plast. Eitt teirra er í Kyrrahavinum, og har trola vit eftir tí. Vit sigla út frá Kanada, og hava umleið fimm samdøgur á fiskileið, og eru burturi í seks vikur, sigur Jákup.
- The ocean cleanup, arbeiðir eisini við at rudda plast uppi á landi. Teir seta ristir í áir og kloakkir, áðrenn tær renna út í havið. Harvið fanga ristirnar tað stóra plastið, meðan mikroplastið er trupult at fáa hendur á. Serfrøðingar siga, at umleið 10.000 tons av plasti fer í havið árliga, sigur Jákup Jakobsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2023
Hon er útbúgvin tulkur, umsetari og lærari, og hevur hon starvast sum tulkur millum enskt, russiskt og ukrainskt í fleiri ár í Ukraina
Angelina Johannesen er sett í starv sum ukrainskur tulkur hjá Tórshavnar kommunu. Fyribils er talan um eitt hálvtíðarstarv í eitt ár, boðar kommunan frá í tíðindaskrivi.
Angelina hevur útbúgving sum tulkur og umsetari og sum lærari í enskum á Master-støði, umframt at hon hevur eina bachelorútbúgving innan búskap og fígging. Hon hevur starvast sum tulkur og umsetari millum enskt, russiskt og ukrainskt í fleiri ár í Ukraina. Hon hevur eisini starvsroyndir í Føroyum, her hon hevur tulkað fyri Almannaverkið og Útlendingastovuna.
Angelina kemur at starvast saman við Sylviu Magnussen, ið er sett sum flóttafólkasamskipari, og saman við integratiónssamskiparanum, Fíu Lindenskov.
Flóttafólkini telja bæði børn, ung, vaksin og pensjónistar. Tí hevur kommunan tørv á at veita tulkatænastu sum hjálp í samskiftinum millum flóttafólk og kommunalar tænastur og skipanir. Her verður serliga hugsað um dagstovnar, skúlar, barnaverndartænastu, barnatannlækna, kvøldskúla og kommununa annars eisini sum starvsstað, skrivar Tórshavnar kommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2023
Altjóða sjóvinnuframsýningin Atlantic Fair, sum verður í Klaksvík 28. til 30. mai komandi ár, kann longu nú, sjey mánaðir undan messuni, boða frá, at alt framsýningsøkið er bílagt
Hetta er væl fyrr enn til undanfarnar messur, og merkja vit eisini ein størri áhuga frá útlendskum fyritøkum, bæði fyri Føroyum og føroyskari vinnu sigur Atlantic Fair í tíðindaskrivi.
Hetta verður 11. ferðin, at messan verður hildin, og 7. ferð hon er í Klaksvík. Fyrstu ferð messan varð hildin, var í 2001, og hevur hon verið eitt afturvendandi tiltak annað hvørt ár, við nøkrum fáum undantøkum, eitt nú tá corona gjørdi um seg í 2021.
Umframt sjálva framsýningina verða eisini viðkomandi fyrilestrar á messuni.
Á messuni í 2022 luttóku 195 framsýnarar úr 20 ymiskum londum og 4.500 vitjandi teir tríggjar dagarnar messan var opin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2023
51-ára gamli maðurin úr Saltangará tekur við starvinum 15. november, og verður í rektarasessinum fyri Hannu Jensen fram til í øllum førum summarið 2025
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur sett Christian Joensen í avloysarastarvið sum rektari á Miðnámi á Kambsdali frá 15. november 2023 at rokna.
Nýggi rektarin hevur starvast á skúlanum síðstu árini.
- Christian Joensen, sum býr í Saltangará, er 51 ára gamal, útbúgvin sivilverkfrøðingur og hevur m.a. eftirútbúgvingarskeið í námsfrøði, leiðslu og fíggjarstýring. Hann var lærari í støddfrøði á Handilsskúlanum fyri mongum árum síðan, og eftir fleiri ár hjá Føroya Tele hevur Christian aftur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali hesi síðstu seks árini – nú í støddfrøði og alisfrøði. Umframt vanliga undirvísing hevur Christian Joensen røkt eina røð av øðrum uppgávum í skúlanum.
Hanna Jensen er ikki í starvinum í løtuni, tí hon hevur biðið um farloyvi vegna tingarbeiði. Hetta farloyvið stendur við fram til summarið 2025, og Christian Joensen skal røkja starvið sum rektari fram til tað.
Síðani Hanna Jensen fór aftur í Tingið, hevur Óli Wolles, vararektari, røkt rektarastarvið. Søkt varð eftir rektara sum avloysarastarv 21. september. Christian Joensen tekur við starvinum mikudagin 15. november.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2023
Skotið verður upp at seta eina rípu av ljósi, soleiðis at ljósið er mest á forkantinum av sjálvum brúgvaelementunum
Í vikuni sum fór var 50 ára dagurin síðan Brúgvin um Streymin lat upp fyri almenninginum hátíðarhildin. Hetta var hin 30. oktober 1973. Brúgvin var tá nevnd størsta bygnisverk í Føroya søgu.
Nógv hevur verið gjørt burturúr, og Sunda kommuna ynskir harafturat at varpa varandi ljós á hetta týdningarmikla sambindingarliðið í kommununi og fyri allar Føroyar.
Kommunan hevur tí heitt á EYA arkitektar um at gera uppskot til, hvussu møgulig ljósseting av brúnni kundi verið.
Myndirnar vísa uppskot til ljósseting. Hetta er ikki enn eitt ítøkiligt, neyvt uppskot og ítøkilig verkæltan ikki gjørd. Nógv ymisk viðurskifti skulu kannast gjølla, áðrenn avgerð verður tikin um smálutir í ljóssetingini, og áðrenn nakað kann setast í verk.
Millum annað skulu fleiri myndugleikakrøv uppfyllast, tað veri seg friðingar-, ferðslu-, sjóferðslu- og møguliga aðrar myndugleikar á økinum. Eisini má Landsverk, sum eigur brúnna, sjálvsagt vera við í verkætlanini.
Uppskotið hjá EYA arkitektum er ment í samstarvi við Sunda kommunu og út frá ymsum fortreytum. Ynskið er at koma fram til tignarliga loysn, at virða og arbeiða við umhvørvinum, bæði tí náttúrliga og tí bygda umhvørvinum og virknaðinum av ljóssetingini.
Grundhugsjónin er við ljósi at vísa sambandið millum oyggjarnar báðar. Tað er í grundini endamálið við brúnni. At knýta tveir partar saman við einum føstum sambandi.
Uppskotið er ein samanhangandi vatnrøtt linja av ljósi. Á henda hátt verður ljós sett á tað, sum verður borið, og tað sum bindur partarnar saman. Skotið verður upp at seta eina rípu av ljósi, soleiðis at ljósið er mest á forkantinum av sjálvum brúgvaelementunum. Fólk fara tískil einamest at síggja ljósið á betongflatum og ikki sjálvar ljóskeldurnar og perurnar.
Umráðandi er at finna røttu javnvágina millum at gera brúnna tiltalandi sjónliga, og ikki ov týðiliga ella áleypandi í skýming og myrkri. Brúgvin skal bæði vera tiltalandi og gevandi í nærumhvørvinum og at síggja burturfrá.
Sunda kommuna fer nú við støði í uppskotinum frá EYA arkitektum at arbeiða víðari við hesi áhugaverdu verkætlanini við ljósseting á Brúnna um Streymin.
(Mynd: Sunda kommuna)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2023
Vága kommuna væntar, at farast kann í gongd við nýggja vegin fyri ársskiftið
Býráðið í Vága kommunu hevur samtykt at gera eina nýggja útstykking við fýra grundstykkjum í Vatnsoyrum.
Útstykkingin verður oman fyri vegastubban, sum eitur í Geilini. Talan er um fýra nýggj grundstykkir á 625 fermetrar hvørt. Nýggjur tilkomuvegur til útstykkingina verður vestan fyri snikkaravirkið Grant, og frá útstykkingini verður ein gøta til fríøkið miðskeiðis í bygdini, skrivar Vága kommuna.
HMP Consult hevur prosjekterað ætlanina, og arbeiðið var boðið út í innbodnari lisitatión ímillum fimm arbeiðstakarar. Tað komu fýra tilboð inn. Mánadagin var lisitatión á kommunuskrivstovuni. Lætsta tilboðið hevði Grevstur og Planering v/ Eggaba Andreasen, ið kann gera arbeiðið fyri 3,7 milliónir krónur, Maskingrevstur v/ Allan H. Hansen 3,8 milliónir, Jógvan Heinesen 4,0 milliónir og J&K Petersen 4,2 milliónir krónur.
Nú verða innkomnu tilboðini kannað og Vága kommuna vónar, at spakin verður settur í fyri árslok. Mett verður, at arbeiðið at gera útstykkingina kemur at taka sjey mánaðir.
Tað standa trý fólk á bíðilista til grundstykki í Vatnsoyrum, hesi hava fingið eitt av hesum grundstykkjum í boði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2023
Hon fekk 159 atkvøður á valinum í fjør
Birita Matras Petersen, sum umboðar Javnaðarflokkin, tekur fyri fyrstu ferð sætið á Løgtingi í dag.
Hon avloysir Bjarna Hammer komandi vikurnar, meðan hesin luttekur á ST-aðalfundinum í New York.
Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Birita Matras Petersen 159 atkvøður. Hon fekk millum annað 80 persónligar atkvøður í Klaksvík, 22 í Havn og 13 á Fossanesi. Hetta var fyrstu ferð, at hon stillaði upp.
Birita Matras Petersen er 27 ára gomul og lesur søgu á Fróðskaparsetri Føroya.
Birita er sætta varafólki, sum situr á Løgtingi hetta valskeiðið.
Kelda: valurslit.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2023
Hoyvíkskvinnan hevur royndir innan ferðavinnuna. Tvøroyrar kommuna boðar samstundis frá, at í næstum verður kunningarstovuna flutt úr til fyrrverandi avgreiðslubygningin hjá Posta
Elsa Jacobsen í er sett í starv sum samskipari av kunningarstovuni á Tvøroyri. Hetta skrivar tvk.fo seinnapartin. Talan er um tíðaravmarkað verkætlanarstarv.
Elsa er hoyvíkskvinna. Hon hevur royndir innan ferðavinnu frá sínum undanfarna starvi á 62N, har hon hevur lært innan fyrisiting og ferðavinnu á incoming deildini.
Samstunds boðar Tvøroyrar kommuna frá, at sjálv kunningarstovan skjótt fær nýtt heim, har tað verða betri møguleikar at hava virksemi:
Tað er vegna minni tørv á avgreiðsluhølum, at Posta hevur gjørt av at flyta alt teirra virksemið úr bygninginum á Sjógøtu 2, í nýggja byggningin hjá MTV í Líðini í Trongisvági, har m.a. Rúsdrekkasøla Landsins heldur til.
- Bygningurin er bygdur sum avgreiðslubygningur, hann er sera sjónligur og liggur væl fyri í sentrum á Tvøroyri. Atkoman hjá rørslutarnaðum og eldri borgarum er sera góð, eins og góðir parkeringsmøguleikar er nær bygninginum. Her er løðistøðir til elbilar, busssteggipláss hjá bygdaleiðum, og nærmasti granni er SSL, ið samskipar allan ferðafólkflutning í Føroyum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2023
Í hesi vikuni varð fyrsta fimm ára gamla føroyska whisky sett til sølu
Fyrsta føroyska whisky frá Einar's Distillery er nú búnað í fimm ár, og sambært serfrøðingum er nógv at fegnast um.
Seinastu árini hevur verið bíðað eftir búningini av whisky hjá Einar's Distillery, og fleiri whisky útgávur eru komnar á marknaðin.
Men hesa útgávuna hevur verið sæð fram til í longri tíð. Skotsmálini av Einar's Whisky útgávunum, hava verið sera góð.
Fimm ára útgávan er tappað við fullari fatstyrki 58,5 prosent. Æðublikurin prýðir hesa fimm ára útgávuna. 354 fløskur frá 190 liturs Buffalo Trace fati.
- For a five-year-old, this is coming on splendidly: there is so much to enjoy here – including the barley sugars not being flattened by the drying oloroso as is often the case. Much to be happy about, sigur serfrøðingur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2023
Tað er til minnis fyri børn, ið farin eru. Hetta tiltakið var á fyrsta sinni í 1997, og er eitt høvi hjá foreldrum sum hava mist at tendra eitt ljós og minnast
Sunnudagin 5. november, ið er allhalganna sunnudagin, verður minningarhald fyri børn, ið farin eru, í Havnar Kirkju.
Gerhard Jónsson Mikkelsen prestur prædikar, og Maria Ronnisdóttir av Heygnum syngur. Drekkamunnur verður í Beranum, Niels Finsensgøta 32 aftan á gudstænastuna.
Minningarhaldið verður sum ein vanliga gudstænasta. Áðrenn gudstænastuna er høvi hjá teimum, sum hava hug til tess at tendra ljós fyri barninum, tey hava mist, og vit minnast tey í kvirru. Hetta er frá klokkan 15.30.
Slíkt minningarhald varð skipað á fyrsta sinni í november í 1997. Undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt var at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt – óansæð nær og í hvørjum sambandi barnið er mist.
Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annað hvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum.
Saman minnast vit tey farnu børnini við einum dámi av góðsemi og fløvan, einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond ímillum fortíð og framtíð.
Í dag liva vit í eini mentan, har vit dagliga skulu vísa skjótleika og framfýsni, sum prógv uppá, at vit liva lívið til fulnar. Vit geva okkum ikki stundir at dvølja og sansa. Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið.
Tá ið vit tendra ljós fyri børnum okkara, er tað eitt tekin um kærleika og at børn okkara enn lýsa í hjørtu foreldranna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2023
Heimildarfilmurin um Sigrun Gunnarsdóttir, sum Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi hava leikstjórnað, hevur vunnið virðislønina fyri besta altjóða dokumentar á filmsfestivalinum Doc LA
Heimildarfilmurin 'Heartist', sum Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi hava leikstjórnað, vann í vikuni virðislønina fyri besta altjóða dokumentar á filmsfestivalinum Doc LA – Los Angeles Documentary Film Festival.
Filmurin ferðast í løtuni kring heimin á fleiri filmsfestivalum og skal eitt nú sýnast á Nordic Film Days í Lübeck í Týsklandi um vikuskiftið. Eisini hevur 'Heartist' fingið heiðurin at seta filmsfestivalin Northern Lights, sum er fyriskipaður av filmsfólki úr Hvítarusslandi í útlegd.
Áður hevur filmurin verið sýndur á m.a. CPH:DOX í Keypmannahavn, NIFF í Nuuk, Nordisk Panorama í Malmö og Lima Alterna í Peru - og eisini verið í uppskotið til virðislønir. Fyrsta virðislønin kom so nú úr filmsbýnum yvir allar, Los Angeles.
'Heartist' er ein estetisk og litrík lýsing av listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir, sum virkar á Eiði, sýnir fram kring allan heim og altíð arbeiðir málrættað við málningalistini. Støðið verður tikið í Sigrun sum persóni og listafólki. Hvør er kvinnan handan verkini - eru líkleikar og mótsetningar millum persónligheitina og einstøku listaverkini?
Rógvi Rasmussen var myndamaður, og Ólavur Jákupsson gjørdi tónleikin og ljóðmyndina. Marianna Mørkøre klipti filmin, og animatiónirnar gjørdi bretska Katy Beveridge.
Rógviper og Kykmyndir framleiddu í felag, við stuðli frá Norddok - Filmar um Grønland, Føroyar og Danmark - umframt Mentamálaráðnum, Eiðis kommunu, Betri og í samstarvi við KVF.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2023
Í vikuni kom út nýggj bók, har Robert Mc.Birnie, sum mikudagin fylti 80 ár, fortelur sína forvitnisligu og spennandi lívssøgu á yvir 300 blaðsíðum
Bókin hevur verið ávegis í fleiri ár, men ikki fyrr enn í vár varð av álvara farið undir arbeiði, og nú er komið á mál. Tað er Hilmar Jan Hansen, ið hevur ført pennin, nú Robert Mc.Birnie við sínum framúr góðu frásøguevnum sigur sína lívssøgu.
Tað byrjaði í Sørvági, har Robert varð borin í heim 1. novembur í 1943 sum krígsbarn. Hetta hevur tó ikki darvað lívsleið hansara, ið hevur merkt av sangi, tónleiki, undirhaldi og so einum longum lívi sum skúlalærari.
Hetta er søgan um eitt langt og gott lív við nógvum upplivingum, og ikki minst søgan um eina mammu, ið var framskygd og umhyggin, so hon frá fyrsta degi kundi geva barni sínum alt tað besta, ið bara ein mamma kann geva.
Eisini er hetta søgan um pápan, ið ongantíð gjørdist ein virkin partur av lívinum og gerandisdegnum, men sum altíð hevur verið har og hvørki er duldur ella gloymdur. Og so er hetta søgan um at finna sínar røtur og at leggja brikkarnar í lívsins puslispæli upp á pláss.
Síðst, men ikki minst, er hetta søgan um alt hitt, sum er hent á longu lívsleiðini, bæði familju, lívsstarv, sang, tónleik, undirhald og alt møguligt aftrat. Søgan um Robert er ikki keðilig, og í støðum kann vera stutt millum látur og tár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2023
Tað munnu vera fá, ið ikki kenna sangin 'I Won't let the Sun go Down on Me’, men eisini onnur løg sum 'Wouldn't it be Good’ og ‘The Riddle’ lógu ovast á hittlistum kring heimin leingi
Nik Kershaw bleiv kendur longu í 80'unum, tá hann sum solosangari gav út løg, ið gjørdust heimskend. Tað munnu vera fá, ið ikki kenna sangin 'I Won't let the Sun go Down on Me', men eisini onnur løg sum 'Wouldn't it be good' og 'The Riddle' lógu ovast á hittlistum kring heimin í fleiri vikur og vera enn nógv spæld, tann dag í dag.
Eftir at hann sjálvur hevði framført kring allan heim og útgivið hitt omaná hitt, valdi Nik at trekkja seg frá stóra pallinum eina tíð og at leggja orku í at produsera og skriva fyri aðrar tónleikarar - og hann gjørdist nógv eftirspurdur; hann hevur m.a samstarvað við Elton John, Sia, Gary Barlow og Bonnie Tyler, ið øll eru ógvuliga stórar stjørnur.
Tó hevur hann hildið áfram at hildið konsertir og tykist fjepparaskarðin at vera stórur. Tað verður tí sera spennandi at uppliva hann í Havnargøtum 26. juli, tá áhoyrarafjøldin væntandi fer at runga um alla Havnina, til heimskendu løgini hjá Nik Kershaw, á Tórsfest 2024.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2023
Bókadagar 2023 verða í døgunum 17. til 19. november í Norðurlandahúsinum. Nógv eru komið á skránna nú
Rithøvundasamrøður, fyrilestrar, yrkingaupplestur, verkstovur, bókaframløgur og mangt annað. Bókadagarnir eru eitt árligt afturvendandi tiltak í Norðurlandahúsinum, sum verður fyriskipað í samstarvi við m.a. føroyskum forløgum og felagsskapum.
- Her koma vit heilt tætt at tí góðu søguni, fáa nýggja vitan úr bókmentaheiminum og kenna nærleikan, sum fæst við at lesa eina góða bók.
Í ár eru talufrælsi, føroysk samfelagssøga og átuligt ókrút millum evnini. Bókadagar 2023 verða í døgunum 17. til 19. novembur. Á skránni eru millum annað rithøvundaprát, framløgur av bókum og nógvum øðrum.
Stríðið um talufrælsið
Hví stríðist demokratiski parturin av heiminum fyri talufrælsi? Hví er talufrælsi so avgerandi, og er nøkur vón at hóma í øllum stríðum í heiminum í dag?
Hetta og nógv annað verður at hoyra um í Norðurlandahúsinum 18. november, tá Heini í Skorini vitjar Bókadagar 2023. Við støði í bók sínari, Kampen om ytringsfriheden, fer hann at greiða frá stríðnum fyri talufrælsi kring heimin. Bókin hevur fingið sera nógva umrøðu og góð ummæli í Danmark, har bókin er serliga aktuel í løtuni, tí danska stjórnin hevur skotið upp, at tað verður bannað at brenna koranina.
Ævisøgan hjá Sannu Dahl
Søgan um Sannu Dahl er søgan um gentuna úr Vági, ið nam sær útbúgving sum lækni í fyrru helvt av 20. øld, og sum seinni var við til at menna føroyska sjúkrahúsverkið sum fyrsti føroyski røntgenlæknin.
Bókin um Sannu er samstundis ein lýsing av, hvussu føroyska samfelagið hevur ment seg seinastu hundrað árini, bæði hvat viðvíkur mentan, útbúgving, samferðslumøguleikum, sjúkrahúskervi og tøkni.
Rithøvundarnir, Flóvin Tór Nygaard Næs og Martin Næs, vitja Bókadagar, 18. november, tá teir fara at leggja bókina fram og tosa við Sannu Andrassardóttir um bókina. Sanna er ommudóttir Sannu Dahl.
Góðkrút
Fleiri stríðast við at lúka tað burtur. Onnur eta tað. Ókrút. Disa Christiansen, Hansa Christiansen og Joan Sørinardóttir vitja Bókadagar 19. novembur, tá tær fara at leggja bókina, Góðkrút, fram. Í bókini kann lesast um, hvussu vit kunnu gera ókrút og annað til vælsmakkandi mat og djús. Smakkiroyndir verða boðnar teimum vitjandi.
Rithøvundasamrøður
16. novembur, sum upphiting til Bókadagar, fær Norðurlandahúsið vitjan av víðakenda íslendska rithøvundanum, Jón Kalman Stefánsson, sum fer at siga frá sínum tríbókaverki Himmal og helviti, Harmur einglanna og Hjarta mansins, og tá Bókadagar veruliga eru byrjaðir og komið er inn í vikuskiftið, vitja Katrin Ottarsdóttir, Rakel Helmsdal, Kim Simonsen, Vónbjørt Vang og fleiri aðrir rithøvundar.
M.a. fer norski rithøvundurin Arne Svingen at siga frá, hvussu hann skrivar til dreingir, og Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir leggja fram Føroysk Bókmentasøga II, sum tær hava latið úr hondum.
Kendi íslendski rituhøvundurin Jón Kalman Stefánsson
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2023
Retrospektiv framsýning í tveimum pørgum – á 70 ára degnum hjá listamanninum lat annar partur upp
Umframt framsýningina, sum stendur í Listasavninum fram til 13. desembur, hevur Ole Wich nú latið upp annan part av retrospektivu framsýningini í Müllers Pakkhúsi.
Henda framsýningin, sum lat upp í gjár, hevur heitið ”retrOWspektIIv. Ole Wich - kunst i bakspejlet”.
Orsøkin til framsýningina er, at listamaðurin Ole Wich fylti 70 ár sama dag, hin 4. novembur, og hevur verið virkin í Føroyum síðan í 1980’unum.
- Eg havi við listarligum arbeiði verið rætuliga víða um og nomið við ymisk úttrykk og brúkt ymiskt tilfar og miðlar. Tað kann føra við sær, at áskoðarin kann hava trupult at kenna verkini aftur, eftirsum tey skifta í úttrykki, stíli og metodu, sigur Ole Wich undan upplatingini fríggjadagin.
- Tey mongu ymsu verkini og verkætlanirnar, í ymsum tilfari og miðlum, hava nøvn sum: Brøytingar - rúmást - Køsturin - Stæreblind - homoFObia - YrkFOzt - Thawshavn - 3D Dímun - Wunderland - HugA - … í spønir - TrondurNegativ - Street credability - My Right Foot Left - Hommage á Ingálvur - Vendeformer - Safe space for old white men - Dianas bytte.
- Júst tí havi eg givið út ein avrikslista, sum er innbundin í stórari í bók, við heitinum »Ole Wich kunst. Autobiografisk œuvre frem til 2023«. Her kann greiða fáast á mest sum øllum mínum verkum síðan 1987, sigur listamaðurin.
Bókin og fleiri av framsýndu verkunum kunnu keypast á framsýningini fríggjadagin.
Opið er hvønn dag frá kl 14 til 19 fram til 19. novembur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2023
Jákup Magnussen og Bjørn Reinert hava smíðað neystið, sum Arni Clementsen hevur teknað. Andrass Joensen hevur undirvíst næmingunum á kvøldskúlanum, sum hava smíðað bátin
Stásiliga bátaneystið úti við Müllers Pakkhús við Álaker í Havn varð alment tikið í nýtslu longu á ólavsøku, men nú er alt gjørt liðugt, eisini uttanumøkið. Báturin í neystinum er eitt stásiligt prýði fyri býin, hevur fingið heiðurspláss og møguleiki er hjá fólki at skoða meistarliga verkið, sum er smíðað eftir gomlum føroyskum siði og sniði.
Tað eru Jákup Magnussen og Bjørn Reinert, sum hava smíðað neystið eftir gomlum byggisiði. Tað vil siga tappað saman. Arni Clementsen hevur teknað neystið og Andrass Joensen hevur undirvíst næmingunum á kvøldskúlanum, sum hava smíðað bátin.
Longu í mai ognaði kommunan sær henda føroyska bátin, sum næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla hava smíðað, soleiðis at báturin bleiv ein fólksins ogn og kemur øllum til góðar, bæði føroyingum og útlendskum gestum.
Neystið er gjørt soleiðis, at áskoðarin kann skoða bátin í samspæli við vakra maritima umhvørvið úti við bedingina. Ikki bert hevur tað stóran týdning, at varðveita bátin og føroyskt bátasmíð, men føroyski báturin er ein hin størsta gávan og vakrasta listin, vit føroyingar eiga.
Kvøldskúlin hevur seinastu árini lagt stóran dent á at halda føroyskt bátasmíð í hevd. Hetta átak kann stimbra tilvitanina og kveikja áhugan fyri føroyska bátinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2023
Í 2024 kunnu børn í Føroyum hyggja at Mumi í nýggjum hami, tí Kringvarpið hevur fingið rættindini til eina spildurnýggja framleiðslu av væl umtóktu familjurøðini
- Tað hevur stóran týdning fyri okkum sum public service-stovn at vísa børnum í Føroyum føroyskt tilfar, sigur Barbara Samuelsen.
Flestøll kenna gomlu Mumi-framleiðsluna frá 90unum, sum hevur verið send í sjónvarpinum í mong ár.
Í 2024 kunnu børn í Føroyum hyggja at Mumi í nýggjum hami, tí Kringvarpið hevur fingið rættindini til eina spildurnýggja framleiðslu av væl umtóktu familjurøðini.
- Tað hevur stóran týdning fyri Kringvarpið at hava góð føroysk tilboð til børnini í Føroyum, tí sum øllum kunnugt vinnur útlendska tilfarið alt meira fram og hevur ávirkan á millum annað málið, sigur Barbara Samuelsen, leiðari á Mentanardeildini í Kringvarpinum.
- Sum public service-stovnur hava vit eina skyldu til at gera føroyskt barnatilfar lættari atkomuligt, og nú hava vit eisini ein pall til børnini, nevniliga VIT-appina, sigur hon.
Gomlu figurarnir og søgurnar í nýggjum hami
Eins og eldra røðin er hendan bygd á bøkurnar og teknirøðirnar hjá Tove Jansson um forvitna og hjartagóða Mumitrøllið og familju og vinfólk hansara – eitt nú Lítla Mý, Hemilin, Mumrikur, Snoddi og Stinki. Og sjálvandi eru meira óhugnaligu Hattifnattarnir og Murran eisini við í nýggju framleiðsluni.
Finska framleiðslufelagið Gutsy Animations hevur framleitt nýggju animeringina av Mumi, og Viaplay eigur rættindini. Tríggjar sesongir eru gjørdar, og tann fjórða er í gerð.
Kringvarpið hevur keypt rættindini til allar fýra sesongir, samanlagt 52 partar.
Mumi er millum best umtóktu barnarøðir í heiminum
Mumi er ikki bara væl dámd í Føroyum. Um allan heimin eru teknirøðir, teknifilmar, fjepparavørur, leikur og enntá tivoli gjørd burtur úr teimum 9 skaldsøgunum hjá Tove Jansson.
Mumirøðin er dýrasta framleiðsla, sum er gjørd í Finnlandi – budgettið var 20 milliónir evrur, ið svarar til smáar 150 milliónir krónur.
Í 2019, tá fyrsta sesong var útgivin, var røðin stroymd 16 milliónir ferðir á finska stroymingpallinum Yle Areena.
Mumi tosar føroyskt næsta vetur
Sáttmálin, ið Kringvarpið hevur gjørt við Viaplay, er skipaður soleiðis, at Kringvarpið hevur tíð til at týða og ljóðseta tilfarið, áðrenn rættindini koma í gildi.
Rættindini til fyrstu sesong koma í gildi í desember 2024, og í desember 2025 byrjar rættindatíðarskeiðið fyri aðru sesong o.s.fr.
Børn í Føroyum kunnu sostatt gleða seg til at síggja, hvat hendir í Mumidalinum í myrku vetrarmánaðunum um eitt gott ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2023
Íbúgvar í lítla norðurírska býnum Donaghadee hava undrast yvir staðarnøvn á gulum vegaskeltum
Íbúgvar í Norðurírska býnum Donaghadee, sum liggur út til strondina skamt eystan fyri Belfast hava hesar seinastu tíðina undrað seg á óskiljandi vegaskelti, sum er sett upp í býnum.
Tey, sum hava koyrt oman til strandarvegin í býnum hava sæð gul vegaskelti, har tað stendur at tað til høgru eru 20 kilometrar til Tórshavn, 41 til Leirvíkar og 45 til Gjáar og til vinstru 19 til Sandavágs og 27 til Flogvøllin.
Orsøkin er eitt filmslið, sum hevur arbeitt í Donaghedee hesar seinastu dagarnar. Fólkini ynskja ikki at greiða frá í smálutum um filmin enn. Men sum skilst er talan um ein film, ið fer fram í Føroyum, og pallsetingin í Donaghadee skal ímynda at vera úr Føroyum. Hetta skrivar miðilin Belfast Live.
Filmsverkætlanin kallast “The Dead fro the Sea” – Deyðin uttan av havinum – og er ein morðgáta, ið fer fram í Føroyum, og har ein partur av søgugongdini snýr seeg um ósemjur millum grindafólk og fólk, sum mótmæla føroyska grindadrápinum.
Eitt sindur ivasamt hvussu væl tað hevur eydnast við tí føroyska, tá hundasalongin í býnum skuldi ‘føroyskast’. (Mynd: Belfast Live)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. oktober 2023
Eftirspurningurin eftir elorku veksur støðugt. Elverkini í Føroyum framleiddu tilsamans 332 GWt fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár. Tað er ein vøkstur á góð 5 prosent í mun til sama tíðarskeið í 2022. Av hesum vóru 74 GWt vindorka, og tað er met
Størsti vøksturin er í meginøkinum, t.e. 6,2 prosent, meðan elframleiðslan í Suðuroy minkaði 6,2 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Býtið millum orkukeldurnar er 47,3 prosent varandi orka og 53,2 prossent olja. Tað er 1 prosent meira av varandi orku enn sama tíðarskeið í fjør.
Í meginøkinum er býtið 46,8 prosent varandi orka og 53,2 prosent termisk orka, ella júst tað sama sum í 2022. Úrtøkan úr varandi orku øktist við 6,3 prosent, men vøksturin í nýtsluni ger, at prosentbýtið verður óbroytt.
Samlaða elframleiðslan fyri alt landið var yvir 80 prosent burðardygg í tilsamans 25 samdøgur, meðan talið fyri meginøkið fyri seg er tilsamans 27 samdøgur við yvir 80 prosent burðardyggari framleiðslu.
Meira vindur og minni regn
Elframleiðsla úr vindorku er økt heili 58 prosent, men úrtøkan úr vatni er minkað við 21 prosent. Hetta er fyrsta árið at vindorkan fer upp um vatnorkuna, við tað at vindur stóð fyri 74 GWt og vatnorka fyri 67 GWt.
Minni er fingið burturúr vatnorku, m.a. tí at ein av turbinunum á Eiðisverkinum hevur verið óvirkin eitt tíðarskeið vegna umvæling, umframt at byrgingin í Heygadali var tóm eitt skifti í summar vegna eftirlit og dagføring. Høvuðsorsøkin er tó, at 2023 var eitt munandi turrari ár enn 2022. Avfallsmátarin á Mýrunum uppi yvir Vestmanna máldi 2018 millimetrar í 2022, meðan tað ikki regnaði meira enn 1345 millimetrar, fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í 2023.
Økta vindorkuframleiðslan stendst í stóran mun av nýggju vindmyllulundunum í meginøkinum og av stabiliserandi tøknini í Suðuroynni. Býtið innan vindorku er soleiðis: Effo/Vindrøkt 40,5 GWt, Magn/LÍV 16 GWt, Vindfelagið í Húsahaga 13 GWt, Røkt 3,3 GWt, Vindfelagið í Neshaga 0,6 GWt.
Sundsverkið hevur staðið fyri størsta partinum av elframleiðlsuni í meginøkinum fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar, t.e. 53 prosent ella 164 GWt, sum er 6,5 prosent meira enn í fjør.
Stabiliserandi tøkni við battaríum og synkronkompensatori verður í hesum døgum royndarkoyrd á Sundi, og væntast í rakstri fyrsta dagin.
Gongur alt sum tað skal, fer seinasti fjórðingur av árinum væntandi at hylnast væl við vindorku í meginøkinum. Partvís tí at við stabiliserandi tøknini fer at bera til at taka meira vindorku inn á netið enn higartil, og partvís tí, at nýggja tøknin hevur við sær, at at minni motormáttur skal til fyri at stabilisera netið. Hetta merkir, at dieselmotornarnir á Sundi væntandi fara at koyra nakað minni, tá góð líkindi eru til elframleiðslu úr vatni og vindi.
Suðuroyggin 100% grøn í 75 samdøgur
Munandi meira er fingið burturúr varandi orkuni í Suðuroy higartil í ár enn í meginøkinum. Fyrstu níggju mánaðirnar eru 55 prosent av orkuni í Suðuroy úr varandi orku, harav umboðar vindorka 42 prosent og vatnorka 13 prosent. 2023 er fyrsta heila árið við stabiliserandi tøknini í Porkeri, og higartil hevur gingist væl, og tøknin riggar sum ætlað.
Í tilsamans 95 samdøgur var elframleiðslan í Suðuroy yvir 80 prosent burðardygg, og í 75 samdøgur var alt elvirksemið í Suðuroy 100 prosent burðardygt.
Vágsverkið hevur framleitt 34 prosent minni úr olju enn í fjør, t.e. 11 GWt í mun til 17 GWt í fjør. Hetta er triðja árið á rað, at oljunýtslan á Vágsverkinum minkar. Nýtslan í ár er á sama støðið sum fyi 30 árum síðan, tá samlaða elframleiðslan í Suðuroy var á leið helvtina av framleiðsluni í dag.
Leggjast skal tó afturat, at minkingin í nýtsluni í Suðuroy á góð 6 prosent ger sítt til minkandi framleiðslu úr olju. Minkingin stendst m.a. av minni virksemi hjá Varðanum Pelagic.
Sólorkuverkið í Sumba roynist enn væl, og hevur framleiðslan í ár verið 5 prosent betri enn í fjør, íalt 168.000 kWt skrivar SEV á síni heimasíðu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2023
Tað eru nógv øki á landi, sum uttan iva egna seg væl til vindmyllur, og tí er ikki átrokandi at fara til havs at byggja út enn.
Í farnu viku tók orkufyritøkan Effo flest allar føroyingar á bóli, tá ein eftir føroyskum viðurskiftum risastór vindmylnulund kom undan kavi fyri fyrstu ferð. Effo hevur nevniliga í umbúnað at seta upp 24 stórar vindmyllur í Eysturoynni.
Hesar skulu vera við til at gera Føroyar meira grønar og minni heftar at olju og harvið minka um CO2 útlátið. Tað skal so eisini gerast eitt týðandi íkast til málið at røkka minking í útlátinum longu innan 2030.
Ætlanin er at taka orkulundina í brúk um trý ár og skal hon tá veita orku til størstu vinnufyritøkurnar í Eysturoynni við orkuslúkinum Havsbrún á odda. Umframt at veita grøna orku til vinnuna í oynni og harvið minka munandi um nýtsluna av tungolju og gassolju er ætlanin í framtíðini eisini at skapa eitt grundarlag fyri framleiðslu av vetni og brennievnum til skipaferðsluna.
Nú "trendurin" fyri vindorku í okkara grannalondum í stóran mun er at fara til havs við vindmyllum, spurdi orkan.fo leiðaran fyri varandi orku hjá fyritøkuni, Heina Ellingsgaard, um Effo eisini hevur ætlanir at fara til havs seinni. Til tað sigur hann avgjørdur, at vit eiga fyrst at byggja út á landi, har tað finnast góðar umstøður. Hann vísir eisini á, at útbygging við vindmylnulundum til havs er væl dýrari sum nú er.
- Vit mugu royna at brúka tey røttu og góðu økini á landi, áðrenn vit fara til havs sigur hann og við hesum sipar Heini Ellingsgaard m.a. til økið á eystursíðuni á Eysturoynni nærhendis Lamba, sum eitt av hesum økjum.
Orkan.fo skilur eisini, at royndirnar, sum Effo og Røkt hava gjørt við vindmyllunum á Gellingarkletti hetta fyrsta árið, eru so mikið góðar, at til ber at siga, at mátturin, sum er fingin burtur úr svarar væl til ta orku, sum ein vindmylnulund til havs hevði kunnað givið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2023
Bretskir myndugleikar góvu í vikuni oljufeløgum 30 nýggj loyvi til at leita eftir og framleiða kolvetni, fleiri teirra eystan fyri Føroyar
Mánadagurin var eitt vegamót fyri kolvetnisvinnuna í Bretlandi, tá bretskir myndugleikar gjørdu greitt, at teir hava givið grønt ljós til umleið 30 nýggj loyvi at leita eftir og framleiða kolvetni á bretska landgrunninum.
Loyvini eru partur av 33. útbjóðingini, har úrslitið gjørdist tað besta síðani 2016, tá 76 feløg lótu inn 115 umsóknir. Talan er um ein part av umsóknunum, sum eru liðugt viðgjørdar. Væntandi fara myndugleikarnir í næstum at lata enn fleiri loyvi.
Her síggja vit loyvi, sum hava verið latin á føroyska landgrunninum og møguligar kolvetnisberandi strukturar har eysturi og norðaliga á føroyska landgrunninum. Fara vit eystur um markið síggja vit, hvar Shell hevur fingið tillutað nýggj leitiloyvi. Sunnanfyri eru Rosebank, sum nú verður útbygt og Cambo, sum helst fær loyvi til útbygging í 2024. Vit síggja eisini teir 9 brunnarnar, sum eru boraðir á føroyska landgrunninum eins og mongu olju- og gassleiðirnar vestan fyri Hetland/eystan fyri Føroyar (Kort: Jarðfeingi)
Millum loyvini eru eisini fleiri á Atlantsmótinum, økið millum Hetland og Føroyar. Har er tað fyrst og fremst er eitt av heimsins størstu orkufeløgum, Shell, sum hevur fingið tillutað fitt av leititeigum eystan fyri Føroyar. At eitt felag sum Shell vísir so stóran áhuga fyri økjum tætt við Føroyar, fer uttan iva at vekja ans hjá føroyska Jarðfeingi og føroyskari vinnu. Tað er eisini vert at bíta merki í, at Shell hevur søkt um øki, ið liggja longur norðari á Atlantsmótinum, har lítið er leitað fyrr.
Shell hevur fingið fleiri loyvi, sum liggja eystan fyri føroyska markið (myrku teigarnir)
Tað er annars ikki so langt síðani, at Shell tók seg úr Cambo oljukelduni longur syðri á Atlantsmótinum. Tí hevur verið gitt, at felagið neyvan fór at vísa áhuga fyri øðrum økjum í hesum heldur fjarskotna partinum av bretska landgrunninum. Men sjón fyri søgn, so hevur felagið eftir øllum at døma ikki slept Atlantsmótinum men hevur tvørturímóti sett sær fyri at fara undir seismiskar kanningar við tí fyri eygað at kunna fara undir at bora seinni.
Nú bert ein partur av umsóknunum frá útbjóðingini eru liðugt viðgjørdur, kann roknast við, at tað møguliga eisini verða onnur feløg enn Shell, sum hava varpað ljós á økið millum Føroyar og Hetland. Tað fara komandi mánaðirnir so at vísa.
Økini, sum Shell hevur fingið tillutað, liggja ikki so langt frá teimum báðum stóru keldunum, Rosebank og Cambo. Equinor fekk herfyri grønt ljós til at fara undir útbygging av oljukelduni Rosebank í sama umhvørvi.
Tað hevur vakt bæði gleði og harm, at bretskir myndugleikar nú hava gjørt álvara av at lata nýggj loyvi til leiting og framleiðslu av kolvetnum. Fyri orkuvinnuna, sum umboðar fleiri enn 200.000 arbeiðspláss, kemur avgerðin sera væl við. Nýggj leiting og útbyggingar fara at halda hjólunum gangandi og eisini skapa nýggj arbeiðspláss. Hetta hevur ikki minst týdning fyri veitingarvinnuna.
Hinvegin finnast umhvørvisfeløg oo. at avgerðini, sum tey siga stríðir ímóti altjóða veðurlagspolitikkinum. Tey krevja, at loyvini verða tikin aftur og hótta nú við at leggja sak móti bretsku stjórnini.
Bretska stjórnin við Rishi Sunak, forsætisráðharra á odda hevur tó gjørt greitt, at loyvini eru ein týðandi partur av bretska orkupolitikkinum, sum m.a. hevur til endamál at verja orkutrygdina. Hetta skal m.a. gerast við at leita eftir nýggjum olju- og gassgoymslum í bretsku undirgrundini, heldur enn at skula vera heft at innflutningi úr Russlandi og øðrum einaræðislondum.
Sunak hevur nýliga kunngjørt, at Bretland fer at hava eina nýggja útbjóðing hvørt ár eins og tað hevur verið galdandi mongu seinastu árini, tó við undantaki av tíðini við og eftir korona.
Bretski Arbeiðaraflokkurin hevur kunngjørt, at hann ynskir ikki fleiri nýggjar útbjóðingar men fer ikki at taka aftur tey loyvi, sum longu eru givin til bæði leiting og útbyggingar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2023
Elkaðalin er nú komin leiðina fram og verður tikin í nýtslu í juli næsta ár
Hjá okkara grannum fyri sunnan, Hetlandi, hava tey rokkið einum týðandi vegamóti í tí grøna orkuskiftinum, nú elkaðal fyri fyrstu ferð er liðugt lagdur á havbotnin millum Skotland og Hetland. Hetta skrivar Shetland News.
Kaðalin fer at fáa alstóran týdning fyri hetlendska samfelagið, tí í framtíðini fer at bera til at flyta streym úr Hetlandi inn á skotska meginlandið og øvugt.
Ætlanin er at tendra fyri elsambandinum í juli komandi ár. Tá verður eisini risastóra vindmylnulundin í Hetlandi, The Viking Energy Wind Farm tikin í nýtslu. Hesi bæði kolveltandi orkuframbrotini fara heilt at broyta orkuframtíðina hjá oyggjasamfelagnum, sum higartil hevur dúvað uppá olju- og gass í tess orkuskipan.
Nú kann samfelagið, umframt at fáa grønan streym frá egnari vindorkuframleiðslu, eisini útflyta streym til Skotlands gjøgnum nýggja elkaðalin, nevndur “Shetland HVDC link project”.
Hesin er 260 kilometrar og gongur millum Weisdale Voe í Hetlandi og Noss Head í Cairhness í Skotlandi. Nú er bert eftir at fjala kaðalin undir við gróti tann seinasta teinin. Stjórin fyri verkætlanina, John Scott sigur sambært Shetland News, at kaðalin og vindorkulundin í Hetlandi eru týðandi varðar í hetlendsku orkusøguni.
Tann 600MW HVDC kaðalin fer at gera tað møguligt hjá Viking vindorkulundini eins og komandi varandi orkuverkætlanum sum sjóvarfalsorkuturbinur í Yell – at útflyta streym til Skotlands og somuleiðis innflyta streym úr Skotlandi. Til tess at hetta skal lata seg gera er bygd ein stór umformarastøð í Hetlandi nærhendis vindorkulundina í Upper Kergord.
Kostnaðurin fyri elkaðalin er 660 milliónir pund. Avleidda virksemið hevur givið 30 milliónir pund til lokalsamfelagið.
Umformarastøðin í Kergord í Hetlandi, har streymurin kemur inn og fer út
Í Hetlandi eru eisini fleiri aðrar ætlanir um útbygging av vindorkuni. Ikki færri enn tríggjar vindmylnulundir aftrat á landi eru á tekniborðinum. Tað er norska fyritøkan Statkraft, sum stendur fyri teimum. Tvær eru á oynni Yell og ein nærhendis Lerwick.
Umframt at lata streym til húsarhald í Hetlandi eins og útflyta hann til Skotlands, er eisini ætlanin at brúka hana til framleiðslu av vetni (hydrogen).
Risastóra Viking vindmylnulundin í Hetlandi, sum fer at framleiða streym í 2024
Longu nú verður tosað um møguleikan fyri at leggja enn ein elkaðal millum Hetland og Skotland. Hann skal taka ímóti streymi frá komandi vindmylnulundum til havs eystan fyri Hetland. Væntandi verður greitt í 2024, hvussu møgulig streymframleiðsla frá vindmylnulundum til havs eystan fyri Hetland kann fáast inn á høvuðselnetið í Skotlandi.
Ein ein møguleiki til tess at gera brúk av nógva streyminum frá bæði land og havvindmylnulundum eru ætlanir um at elektrifisera verandi og komandi olju- og gasspallar bæði vestan og eystan fyri Hetland.
Myndir Dave Donaldson
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2023
Umboð fyri Danmark og Japan hava undirskrivað avtalu um, at londini skulu hjálpast at í granskingini at menna flótandi havvindorku-tøkni í royndunum at koma veðurlagsbroytingunum til lívs.
Tað kunnar japanska vinnumálaráðið um sambært Reuters. Hetta verður gjørt ásannandi, at flótandi havvindorkuídnaðurin fer at vaksa sera nógv komandi ártíggjuni, um somu tíð sum lond royna at minka um CO2 útlátið.
Avtalan er undirskrivað av japanska ráðharraráðnum fyri náttúrutilfeingi og danska veðurlags- og orkumálaráðið. Tey bæði londini ætla at skapa karmar fyri at stuðla samstarvi innan ídnaðin, eftirlitsmyndugleikar og granskingarstovnar. Ætlanin er eisini at bjóða øðrum londum at vera partur av samstarvinum, sum eisini miðjar móti at seta altjóða standard fyri ídnaðin.
Japan ætlar at menna havvindorkuna við 10 GW bæði við flótandi og føstum vindmyllum í 2030 og til 45 GW í 2040. Tað ætlar at varandi orka skal veita 36 til 38 prosent av elorkumixinum móti endanum á hesum ártígginum. Japan hevur sett sær fyri at vera útlátsneutralt í 2050.
Samstarvið millum Danmark og Japan skal eisini fevna um at menna burðadyggan flutning av bæði vetni og ammonia.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. oktober 2023
50 ár síðani hekkutrolararnir Stella Karina og Stella Kristina vórðu keyptir úr Klaksvík til Akureyrar
Nógv fólk var komið saman, tá ið skipsmodell av Stellunum varð avdúkað mikudagin.
Í 1973 keypti íslendska útgerðarfelagið ÚA á Akureyri hekkutrolararnar Stella Karina og Stella Kristina frá Pf. Stella í Klaksvík. 1. november vóru liðin 50 ár, síðani skipini komu til Akureyrar. Í hesum sambandi varð skipað fyri stórum tiltaki í matarhøllini hjá ÚA, felagnum, sum keypti skipini, har 150-200 fólk vóru komin saman.
Á Akureyri hava skipini altíð undir einum verið nevnd Stellurnar, og Stellurnar verða roknaðar sum ein varði í íslendskari skipasøgu. Tær vóru ikki bert vakrar á at líta, men eisini burturúr framkomnar í samtíðini og gjørdar av einslistum.
Tíðin áðrenn og eftir at Stellurnar komu
Á Akureyri og helst eisini í Íslandi verður tosað um tíðina áðrenn og tíðina eftir at Stellurnar komu. Menn vóru grammir eftir at fáa kjans við Stellunum, og teir hugsaðu seg tvær reisir um, áðrenn teir søgdu ein stellukjans frá sær.
Tað er væl kent í Føroyum, at sjófólk, sum hava verið við sama skipi, kennast væl og hava nakað at tosað um, tá ið tey møtast. Men tú hevur ikki verið leingi á Akureyri, so kemur tú eftir, at hetta við ‘stelluhópinum’ er nakað heilt serstakt: hetta er ein felagsskapur, sum framvegis stendur við langa tíð eftir, at tíðin á skipsdekki er endað – og samleikin fevnir um allar teir, sum hava verið við aðrari ella báðum Stellunum.
Stellu-bólkur á Facebook
Fyri hálvum ári tók leiðarin av Íðnaðarsavninum í býnum, Sigfús Ólafur Helgason, stig til Facebook-bólkin 'Stellurnar'. Hetta er opin bólkur, men eyðvitað fyrst og fremst ætlaður teimum, sum hava siglt við Stellunum ella hava havt eitthvørt annað við tær at gera.
Endamálið við bólkinum er at varðveita søguna um hesar báðar ÚA-trolararnar – Stellurnar. Bólkurin fekk beinanvegin dygga undirtøku og hevur í dag útvið 450 limir – av hesum eru um 40 føroyingar.
Stellu-modell avdúkað
Á 50 ára degnum var høvuðshendingin avdúkingin av einum modelli av Stellunum í tí líki, sum tær vóru, tá ið tær sigldu inn eftir Eyjafirði fyri 50 árum síðani. Á øðrum bógnum stendur Sléttbakur (fyrr Stella Kristina), á hinum Svalbakur (fyrr Stella Karina) – nøvnini, sum Stellurnar fingu, tá ið ÚA-yvirtók skipini.
Skipsmodellið varð avdúkað av Halldóri Hallgrímssyni, sum var fyrsti skiparin á Svalbaki, og Sigurlaug Magnúsdóttir, sum var gift Áka Sténfassyni, sála, sum var fyrsti skiparin á Sléttbaki. Skipsmodellið verður at síggja á Ídnaðarsavninum á Akureyri, eftir at tað hevur staðið frammi hjá ÚA í eina viku.
Sangur og røður
Tá ið stigtakarin, Sigfús Ólafur Helgason, hevði bjóðað samkomuni at vera vælkomin, var bergtakandi sangframførsla frá Kallakóri Akureyrar. Síðani greiddi stigtakarin frá hugskotinum og tilgongdini. Borgarstjórin á Akureyri, Ásthildur Sturludóttir, og borgarstjórin í Klaksvík heilsaði samkomuni – Karl Johansen “úr Stelluhúsinum”, sum hann tók til, og bæði fegnaðust tey um sambandið og samanhaldið millum londini. Umboð úr Føroyum gav savninum fimm eintøk av føroysku bókini “Stellurnar” og heilsaði tiltakinum í stuttari røðu.
Aðrir røðarar vóru Freysteinn Bjarnason, fyrrverandi maskinmeistari, sum var ein av teimum, sum var í Klaksvík eftir skipunum á sinni, Elvar þór Antonsson úr Dalvík, sum hevur gjørt stellumodellið, og Kristján Vilhelmsson, stjóri í Samherja.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2023
Fyrrverandi verjumálaráðharrin og fyrrverandi PET-ovastin vóru skuldsettir fyri at hava liðið statsloynidómar. Nú hevur ákærumyndugleikin slept ákæruni
Danski ákærumyndugleikin valdi mikudagin at sleppa ákærunum móti fyrrverandi danska verjumálaráðharranum, Claus Hjort-Frederiksen úr Vinstraflokkinum, og njósnaraovastanum, Lars Findsen.
Óvantaðu boðini vórðu givin í einum tíðindaskrivi.
Claus Hjort Fredrsiksen og Lars Findsen hava báðir verið ákærdir fyri at hava avdúka statsloynidómar. Og harvið hevur almenningurin so at siga einki fingið at vita um, hvat tað eru fyri lógarbrot, sum teir, sambært ákærumyndugleikarnar, hava gjørt seg sekar í.
Lars Findsen (Savnsmynd: EPA)
Men í farnu viku tók danski Hægstirættur eina avgerð um, at rættarmálið móti teimum báðum og einum triðj amanni, sum hevur verið verið í starvi hjá loyniløgregluni, PET, skal fara fram fyri opnum hurðum.
Og henda avgerðin hevur fingið stóran týdning fyri málið.
- Loyniligir upplýsingar eru av størsta týdningi í hesum máli. Uttan møguleika fyri at leggja hesar upplýsingar fram fyri rættin, hevur ákærumyndugleikin ikki møguleika fyri at lyfta próvbyrðuna. Tí hevur ákærumyndugleikin biðið løgmálaráðið um, at rættarmálið ikki verður gjørnunført. Hesum hevur ráðharrin gingið á møti, og tí er málið endað, sigur Jakob Berger Nielsen, statsadvokatur, í tíðindaskrivinum.
- Hægstirættur avgjørdi, at Lars Findsen kundi taka loynilig skjøl við heim. Uttan krav um, hvussu tey skuldu goymast og hvør skuldi fáa atgongd til tey. Tað er sjálvandi ein stórur vandi við hesum – vandi fyri at upplýsingarnir koma almenninginum til kunnleika, skrivar statsadvokaturin.
Les eisini grein frá januar 2022: Danski fregnartænastustjórin fongslaður
Tað var í desember 2021, at PET boðaði frá, at fýra persónar vóru skuldsettir fyri at hava likið upplýsingar frá donsu fregnartænastuni. Ein teirra var tann nú 59 ára gamli Lars Findsen, sum í sama viðfangi varð varðhaldsfongslaður í tilsamans 70 dagar áðrenn hann varð leyslatin.
Málini móti tveimum øðrum persónum, sum báðir vóru í starvi í FE, Forsvarets Efterretningstjeneste, eru eisini sleptar.
Claus Hjort Frederiksen hevur greitt frá, at hann 20. desember varð støðgaður av tveimum politistum, sum søgdu honum frá, at hann er skuldsettur fyri brot eftir grein 109 í revsilógini, sum er eitt rættiliga álvarsligt lógarbrot, ið kann geva fongsul upp til 12 ár. Talan var statsloynidómar, ið vóru liknir út, meðan hann var verjumálaráðharri í árunum 2016 til 2019.
Bæði Lars Findsen og Claus Hjort Frederiksen hava alla tíðina noktað seg sekar í skuldssetingunum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2023
Føroyar eru fyrimynd tá tosað verður um geva skotskum oyggum meira ræðisrætt lokalt
Politiska skipanin í Føroyum sum sjálvstýrandi partur av Danmark er fyrimynd, nú kjakið um sjálvstýri aftur er kyknað í Hetlandi.
Søgan hesaferð snýr seg um, at grøni flokkurin í Skotlandi, Scottish Greens, á landsfundi hevur gjørt eina samtykt, sum stuðlar hetlendsku royndunum at fáa størri sjálvstýri frá Skotlandi.
Tað var Alex Armitage, sum situr í Shetland Isle Council, SIC, ið legði fram uppskot fyri landsfundin, sum fekk undirtøku frá næstan 90 prosentum av teimum luttakandi á ársfundinum hjá grøna flokkinum.
Armitage greiðir frá fyri Shetland Island Times, at grøni flokkurin stuðlar skotskum sjálvstýri, og at flokkurin tí eisini tekur undir við ynskjunum hjá eitt jú Hetlandi um at fáa størri avgerðarrætt í ávísum viðurskiftum.
Og her verða Føroyar nevndar sum eitt gott dømi um, hvussu ein oyggjaflokkur kann uppnáa størri avgerðar- og ræðisrætt innan ávís øki.
Alex Armitage vísir á, at tíðin í løtuni ikki er búgvin at taka fult sjálvstýri, men mælir til at kanna møguleikar fyri at taka yvir ábyrgdina á ávísum økjum.
- Føroyska samfelagið er blómað síðan fólkið har flutti valdið á føroyskar hendur. Fyri meg er tað heilt nattúrligt at vísa áhuga fyri hvussu vit kunnu læra av føroysku royndunum, sigur Alex Armitage.
Alex Armitage er einasta umboð hjá Scottish Greens í Shetland Island Council, har teir allar flestu limirnir eru valdir persónliga og uttan flokstilknýti.
Ein av hesum óheftu limunum, fegnast um at spurningurin um hetlendskt sjálvstýri nú er tikið upp í einum av teimum etableraðu flokkunum í Skotlandi.
- Sum ein, sum leingi hevur trúð upp á sjálvstýri í Hetlandi, fegnist eg um, at málið er samtykt í einum av týðandi skotsku flokkunum. Vónandi fara enn fleiri fólk at fata, at einasti máti at tryggja okkara framtíð er við størri sjálvstýri í Hetlandi, sigur SIC-nevndarlimurin Duncan Anderson við Shetnews.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2023
Sendiharrin hjá Ísrael kann als ikki góðtaka, at ST-trygdarráðið ikki vil fordøma álopið hjá Hamas 7. oktober
ST-sendiharrin hjá Ísrael, Gilad Erdan, bar eina gula stjórnu á bringuni á fundinum í ST-trygdarráðnum fyrr í vikuni.
Hann sigur, at hann ætlar sær at bera stjørnuna, líka til limirnir í trygdarráðnum hava fordømt “ræðuleikarnar” hjá Hamas.
- Nøkur tykkara hava einki lært hesi seinastu 80 árini. Nøkur tykkara hava gloymt, hví hetta ráðið varð stovnað í síni tíð, segði Gilad Erdan millum annað.
Erdan kann ikki góðtaka, at ST-trygdarráðið framhaldandi er tigandi eftir álopið hjá Hamas móti Ísrael 7. oktober.
ST-trygdarráðið, sum hevur 15 limir, hevur enn ikki gjørt nakrasamtykt viðvíkjandi Gaza-ósemjuni, skrivar Ritzau frá AFP tíðindastovuni.
- Frá í dag at rokna fara tit, hvørja ferð tit hyggja at mær, at minnast til, hvat tað hevur at siga at tiga mótvegis óndskapinum. Eins og omma mín og abbi mín gjørdu og fleiri milliónir jødar aftur at teimum, fara eg og fólk míni frá nú av at bera gular stjørnur, segði hann.
Á stjørnuni stendur “Never Again”. Boðskapurin sipar til gulu stjørnuna, sum jødar vórðu tvungnir til at bera í Týsklandi undir øðrum heimsbardaga.
Erdan sigur, at hann ber stjørnuna sum eitt “tekin um stoltleika”.
- Vit vilja bera stjørnuna til tit vakna og fordøma ræðuleikarnar hjá Hamas.
Forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, hevur kallað álopið á Ísrael 7. oktober, fyri tað álvarsligasta móti jødiska fólkinum síðan Holocaust.
Trygdarráðið hjá ST hevur verið í tvíningum hesar seinastu vikurnar. Fýra uppskot til samtyktir eru havnað.
Nøkur av uppskotunum hevur tætti sameindi hjá Ísrael, USA, støðgað, tí rætturin hjá Ísrael at verja seg ikki verður nevndur.
Eitt annað uppskot, sum USA legði fram, varð víst aftur av Russlandi og Kina, tí tað ikki mælti til vápnahvíld.
Sum avleiðing av hesum samtykti ein stórur meiriluti á sjálvum ST aðalfundinum fríggjadagin eina útsøgn, ið ikki er bindandi, har mælt var til at vápnahvíld í stundini fyri at hjálp kann koma fram til tey neyðstøddu.
Síðan Hamas leyp á Ísrael, hevur Ísrael framt fleiri bumbuálop á Gaza. Sambært heilsumyndugleikunum í Gazageiranum, hava yvir 8.000 fólk latið lív í hesum álopum, skrivaði Ritzau týsdagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2023
Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Mike Pence, er ikki longur við í stríðnum um at gerast republikanskt forsetavalevni í 2024
Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Mike Pence, er ikki longur við í forsetavalstríðnum. Tað boðaði hann frá farna vikuskiftið á ráðstevnu í Las Vegas.
Tað var í juni, at Mike Pence, sum var varaforseti undir Donald Trump í árunum 2017 til 2021, formliga boðaði frá, at hann stillaði upp til forsetavalið.
Hann hevur higartil ikki klárað seg væl í veljarakanningunum, har tað famvegis er Trump, sum liggur greitt á odda.
Áðrenn Pence gjørdist varaforseti var hann guvernørur í statinum Indiana og limur í Kongressini.
Pence var ein trúgvur stuðul hjá Trump nærum alla teirra tíð í Hvítu Húsunum, men síðan ósigurin á forsetavalinum í 2020, hevur Pence roynt at taka frástøðu frá Trump, sum sambært Pence eggjaði stuðulsfólk síni til at fremja álopið á Kongressina í januar 2021, sum setti hann og familju hansara í vanda. Tó hevur hann eisini tikið undir við nógvum av politisku avgerðunum hjá Trump.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2023
39 mál ígjøgnum, bert níggju skotin eftir steðgin og samanlagt 15 mál á muni. Turru tølini frá venjingardystinum í gjárkvøldið eru ikki so pen, men føroyska liðið var væl við í 1. hálvleiki og kann helst brúka dystin víðari
Føroyar og Íslands spældu fríggjakvøldið fyrra venjingardystin hetta vikuskiftið. Talan er um umráðandi lið í fyrireikingunum hjá liðunum til EM-endaspælið í januar.
Tað var ein javnur dystur í beint undir 25 minuttir. Føroyar fylgdu væl við og spældu serliga gott álopsspæl. Ferð var í, og 7 móti 6 gav nógv gott. Tað kostaði so eisini, tá føroyingar vóru ov seinir at renna út ella vístu ósketni við bóltinum. Teknisku villurnar sníktu seg eitt sindur inn sum fráleið, og stóri íslendski málverjin gav høvuðbrýggj.
Viktor Gísli Hallgrímsson úr franska Nantes hevði níggju bjargingar í báðum hálvleikunum - føroysku málverjarnir rukku uppá 10 samanlagt. Pauli Jacobsen og Nicholas Satchwell høvdu eisini nakað verri treytir. Hóast nakrar góðar verjustøður, serliga fyrsta korterið ella so, so megnaðu Føroyar ov sjáldan at halda íslendingum, sum skoraði samanlagt 39 mál.
Tað var eisini risa góðska í serliga strikuspælinum og Ómar Inga Magnussyni. Magdeburg-bakkurin spældi størsta partin av dystinum, og skoraði átta ferðir. Hóast nýggi íslendski venjarin skifti nógv út, fleyt spælið væl, og verjan var sterk.
Teir flestu í føroyska hópinum komu í spæl, og Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen royndu nógv ymiskt. Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi teir fyrstu 25 minuttirnar, og tað sást eisini, at hann manglaði eftir tað, hóast yngri bróðurin tók við. Rói Ellefsen á Skipagtøtu fekk fýra mál og var óheppin ikki at fáa fleiri.
Munurin øktist so líðandi, og tá sá ikki serliga pent út á máltalvuni í 2. hálvleiki og tað samanum kom, tá 15 mál skiltu liðini. Ein áváring liggur í hesum: Tað kunnu avgjørt verða heilt tungir dystir at koma ígjøgnum í Týsklandi í januar. Talan er eisini um virðismiklan lærdóm - í dag hevur føroyska liðið møguleikan aftur.
Liðini spæla aftur í dag klokkan 17.30. Kringvarpið vísir dystin.
EM-fyrieikingardystur
Laugardalshøllin, fríggjadagin 03. november
Ísland - Føroyar 39-24 (20-15)
Føroysku toppskjúttarnir:
Óli Mittún 4
Elías Ellefsen á Skipagötu 4 (2)
Rói Ellefsen á Skipagötu 4
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2023
Hetta er aðru ferð, at 33-ára gamli gøtumaðurin fær høvuðsábyrgd í stóra dystinum. FSF hevur ásett Andrew Christiansen og Jan Hermansen sum hjálpardómarar og Jóhan Hendrik Ellefsen sum 4. dómara
- Hetta er millum størstu dystir á árinum, um ikki tann størsti, so tað verður spennandi, og eg gleði meg til uppgávuna.
Soleiðis sigur Kári á Høvdanum í sambandi við, at hann er settur til at vera maðurin við floytuni á Tórsvølli í kvøld. Tá bresta B68 og HB saman í finaluni um Løgmanssteypið.
Fótbóltssamband Føroya boðar samstundis frá, at Andrew Christiansen og Jan Hermansen vera hjálpardómarar, meðan Jóhan Hendrik Ellefsen verður 4. dómari.
Allir hesir dómararnir hava altjóða royndir. og royndir frá finalum. Kári á Høvdanum dømdi eisini steypafinaluna hjá monnum í 2018 - tí minniligu finaluna har B36 fekk tvey reyð kort og vann eftir brotssparkskapping.
Finalan millum B68 og HB byrjar klokkan 17.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2023
28 finalusigrar á einari síðu - liðið á hinari síðuni luttekur í finaluni um Løgmanssteypið fyri aðru ferð í søgu felagins. HB er eisini stórfavorittur móti B68, ið spælir um søguligt steyp og evropeiskt pláss í kvøld
- Talan er annars um tvey lið við rættuliga ymiskum steypahagtølum, sum í ár møtast í finaluni. Meðan HB hevur vunnið steypakappingina hjá monnum ikki færri enn 28 ferðir síðani 1955, er hetta bara aðru ferð í søgu felagsins, at B68 er í einari steypafinalu.
Tað er ein áhugaverd samanbering, og um fremsta mansdeildin verður tikin við, so er munurin á HB og B68 uppaftur størri. Ikki tí; tey á Toftum, Nesi og Saltnesi hava fingið fegnast um FM tríggjar ferðir. Tvær ferðir í áttatiárunum og seinast í 1992.
HB hevur vunnið føroyameistaraheiti tíggju ferðir síðani tað og heilir 24 ferðir tilsamans.
B68-áskoðarnir fara at seta sín dám á (Mynd: Sverri Egholm)
Mest vinnandi felagið í føroyskum mansfótbólti fer inn til finaluna um Løgmanssteypið sum greiður favorittur. Tó er trýstið farið nakað av liðnum hjá Jákup Martini Joensen. Hetta tí at HB tryggjaði sær evropeiskt pláss til 2024 tið triðja plássinum í seinasta umfarinum í Betrideildini.
B68 vil eisini út í Evropa, og liðið hjá Jákupi á Borg stríðist fyri einum søguligum steypi. Ein innrás úr Nes kommunu er væntað.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli í kvøld klokkan 17. Televarpið vísir finaluna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2023
Toppskjúttin í Betrideildini tryggjaði Víkingi 13. sigurin á rað, silvurkrónurnar og evropeiskt pláss. Harvið tapti KÍ sín fyrsta landskappingardyst á heimavølli síðani í 1. umfari 2020
Víkingur var besta liðið í Betrideildini í seinnu hálvu. Hetta staðfesti liðið úr Eysturkommunu aftur sunnudagin við 2-1 sigri í Klaksvík. Harvið fingu menninir hjá Jóhan Peturi Poulsen silvurkrónur annað árið á rað.
Tað gjørdist greitt við øðrum sigrinum á rað móti føroyameistarunum - hetta var eisini fyrsta tapið hjá KÍ í landskappingardysti á heimavølli í næstan trý og eitt hálvt ár (B36, 0-2)
Finnur Justinussen, ið avloysti Martin Klein sum fremsti maður, sló til longu eftir 11 minuttir. Ingi Jonhardsson stóð fyri gjøgnumbroti og uppleggi, og royndi málrevurin var ísakaldur.
Á KÍ-liðnum vóru átta broytingar í mun til Conference League-dystin hóskvøldið frammanundan. Ein av nýggju monnunum var norski áleyparin Sivert Gussiås, ið ikki hevur sligið til. Hann heldur tó møguliga fram í KÍ, og í 57. minutti skoraði hann hegnisligt mál eftir flott uppspæl hjá heimaliðnum.
Jákup Biskopstø Andreasen kundi lyfta FM-steypið triðja árið á rað, men klaksvíkingurin og liðfelagirnir vóru ov stuttir móti Sølva Vatnhamar og liðfeløgunum á degnum (Mynd: Jens Kr. Vang)
1-1 sá út til at gerast endaliga úrslitið leingi, hóast bæði liðini høvdu sínar møguleikar at avgera. Fimm minuttir inn í yvirtíðina gjørdi Sølvi Vatnhamar tó sítt til fyri at órógva gullveitsluna hjá KÍ. Útiliðið fekk brotsspark, og 37-ára gamli leirvíkingurin var púra tryggur. Stórur fagnaður á útiáskoðarunum og Sølvi er toppskjútti í Betrideildini annað árið á rað - hann hevur fingið heili 21 mál
Liðið hjá Magna Hoseth er greiður FM-vinnari, men hevur nú tapt tveir dystir móti Víkingi. Liðið úr Eystirkommunu er tað einasta, ið hevur koppað KÍ í Betrideildini, og saman við frálíku gongdini, silvurheiðursmerkjunum, plássinum í Conference League so smakkar hetta væl hjá víkingunum.
Hóast tapið var stór frøi á klaksvíkingum eftir dystin, tá føroysmeistararnir fingu gullkrónur um hálsin og FM-steyp handað.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2023
Niðurflutta AB vann 3-2 í vindinum á Argjum, og 07 Vestur vann í Trongisvági. Harvið var talan um góðan dag hjá ÍF, HB og Víkingi. Síðstnevndu vunnu á føroyameistarunum í Klaksvík
Dramatiska síðsta umfarið í Betrideildini varð spælt sunnudagin. Niðurstøðan eftir fimm tættar dystir er, at Víkingur og HB skal spæla í Conference League, meðan B36 má halda við HB í steypafinaluni, og at ÍF heldur sær uppi í Betrideildini, meðan TB má tungu leiðina niður.
TB gjørdi ikki sítt á heimavølli móti 07 Vestur, meðan ÍF aftur helt málið reint og fekk fagnað í, í Fuglafirði.
Størsti skelkurin var á Argjum tá niðurflutta AB, við fleiri ungum spælarum, sendi B36 úr topp-trý, har liðið hjá Dan Brimsvík hevur verið leingi. Harvið einki heiðursmerki í B36-húsið, har man má bíða til eftir steypafinaluna, fyri at finna útav hvør evropeiska lagnan verður.
Hitt liðið úr Gundadai gjørdi sítt. Tað var tó als ikki lætt á Eiði, har Adrian Justinussen gjørdi hetjan eftir flott upplegg frá Áka Samuelsen. Harvið yvirhálaði HB grannarnar á mállinjuni.
Í Klaksvík setti Sølvi Vatnhamar ógvuliga virðiligt punktum fyri Víking. Toppskjúttin í Betrideildini skoraði til 1-2 við brotssparki. Hetta var síðsta skotið á árinum: 13. sigurin á rað til Víking, ið gav KÍ sín fyrsta ósigur á heimavølli í Betrideildini síðani 1. umfar í 2020.
27. umfar í Betrideildini, sunnudagin 29. oktober
KÍ - Víkingur 1-2 (0-1)
12' 0-1 Finnur Justinussen (Ingi Jonhardsson)
57' 1-1 Sivert Gussiðs (Árni Frederiksberg)
90'+ 1-2 Sølvi Vatnhamar (br.)
EB/Streymur - HB 0-1 (0-0)
63' 0-1 Adrian Justinussen (Áki Samuelsen)
ÍF - B68 0-0
AB - B36 3-2 (2-1)
16' 0-1 Bjarki Nielsen (Hannes Agnarsson)
30' 1-1 Brian Jakobsen (Marius Kryger Lindh)
36' 2-1 Filip í Liða (Marius Kryger Lindh)
71' 2-2 Bjarki Nielsen (Valerijs Sabala)
73' 3-2 Brian Jakobsen (Marius Kryger Lindh)
TB - 07 Vestur 0-1 (0-0)
81' 0-1 Oddur Petersen (br.)
Úrslitið av Betri deildini 2023
1. KÍ 67 stig
2. Víkingur 60 stig
3. HB 58 stig
4. B36 57 stig
5. 07 Vestur 40 stig
6. EB/Streymur 25 stig
7. B68 23 stig
8. ÍF 20 stig
9. TB 16 stig
10. AB 15 stig
AB og TB flyta niður í 1. deild. Skála og NSÍ flyta upp í Betri deildina
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. oktober 2023
Føroyar taptu 1-0 ímóti Kypros á Tórsvølli týskvøldið. Okkara høvdu tó fleiri heilt stórar møguleikar, men neyvleikin manglaði
Fjórði dystur hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti í Nations League kappingini varð leiktur týskvøldið, og enn eru null stig á kontuni. Liðið hevur spælt ímóti Aserbadjan og Montenegro á heimavølli, og nú eisini Kypros á bæði heima og úti. Talan hevur verið um tepur tap allar fýra dystirnar.
Føroysku kvinnurnar komu fínt frá byrjan í fyrra hálvleiki týskvøldið. Kypros legði seg tó skjótt á dystin og eisini á odda, tá 33 minuttir vóru spældir, við máli frá Antri Violari.
Í seinna hálvleiki vóru tað tó føroysku kvinnurnar, ið domineraðu dystin. Tá 54 minuttir vóru spældir hevði føroyski liðskiparin, Ásla Johannesen, ein gyltan møguleika at javna, men bólturin bleiv bjargaður á málstrikuni av einum kypriotiskumkum verjuleikara.
Føroysku kvinnurnar komu til fleiri vandamiklar støður afturat, sum helst høvdu skula givið mál. Ein vælspælandi Kypros málverji, og ov óneyvar føroyskar kvinnur, er tað, sum kostar føroysku kvinnunum enn ein ósigur hetta kvøldið.
Seinastu dystirnir í Nations Leauge kappingini verða spældir á útivølli 1. og 5. desember ímóti Montenegro og Aserbadjan.
(Myndir: Sverri Egholm)
Nations League, Deild C - bólkur 3
4. umfar, týsdagin 31. oktober
Føroyar - Kýpros 0-1 (0-1)
33' 0-1 Antri Violari
Støðan eftir trý umfør:
1. Aserbadjan 10 stig
2. Kypros 7 stig
3. Montenegro 6 stig
4. Føroyar 0 stig
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. oktober 2023
22-ára gamli profilurin á miðvøllinum hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við barndómsfelagið
Gleðistíðindi úr Sarpugerði fríggjakvøldið til Víkinga-fjepparar: Felagið boðar á Facebook-síðu sínari frá, at Geza David Turi heldur fram í felagnum
- Hesin hevur staðið ovarlaga á nógvum ynskilistum, men vit halda at hann klæðir nógv best ljósablátt. Tí er tað eisini fantastiskt at kunna kunngerða at "Lítli Geza" í kvøld hevur longt sáttmálan við Víkingi við tveimum árum
Nú 22-ára gamli tekniskt gávaði og skilagóði sentrali miðvallarin fekk av álvara sítt gjøgnumbrot í Betrideildini í 2021, tá hann varð valdur til ársins unga spælara. Stóra menningin helt fram í fjør, tá Víkingur eisini vann steypakappingina.
Í ár endaði Víkingur, eins og í fjør, á 2. plássi við einum ógvuliga lokalum liði. Ungarskt-føddi Geza Turi, ið hevur búð í Norðragøtu síðani hann var fimm-ára gamal, er ein lykil í hesum. Nakað av gitingum hava verið um framtíð hansara, nú sáttmálin stóð at ganga út, og evnini eru so eyðsæð. Nú hevur nummar 15 so longt til og við 2025.
Fyripurningar hava eisini verið uttanlands, men høvuðsorsøkin til at Geza heldur aftur, er vantandi føroyska passi. Tað er ikki so langt vekk nú, men talan er um langa tilgongd. Sambært bolt.fo, so verður tað ikki fyrrenn næsta summar - í fyrsta lagi. Geza David Turi vil vera føroyskur landsliðsspælari, og hann verður allarhelst úttikin so skjótt sum til ber.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2023
El Paso Locomotive FC boðaði í vikuni frá, at føroyingurin er ein av teimum, sum ikki heldur fram í felagnum. 25-ára gamli Petur spældi átta dystir í næstbestu deildini í USA
Fótbóltsframtíðin hjá Peturi Knudsen er óviss. Fyri aðru ferð í ár stendur álopskendi landsliðsspælarin uttan sáttmála. Petur gjørdi um seg í nakrar mánaðir í vár fyri Lyngby og var við til at tryggja felagnum enn eitt ár í Superliguni.
25-ára gamli maðurin úr Saltangará valdi seint í summar at taka eitt slag av ævintýri. Hann gjørdi stuttíðarsáttmála við El Paso Locomotive FC, og harvið fyrsti føroyski yrkisspælarin í USA. Felagið úr Texas spælir í næstbestu deildini í USA.
Tað tók eina løtu til loyvini hjá føroyinginum komu uppá pláss, men frá fyrst í september og nakrar vikur fram spældi Petur Knudsen nógv. Hann megnaði tó ikki at gera vart við seg, í mun til at skora ella leggja upp til mál.
Síðsti dysturin hjá El Paso var 22. oktober, har Petur spældi í líka yvir ein hálvan tíma. Samanlagt gjørdist talan um átta dystir fyri felagið.
Tá partarnir gjørdu sáttmálan í august, varð tað kunngjørt, at talan var um ein sáttmála fyri restina av 2023, men um partarnir vóru nøgdir við tíðina, so fór samstarvið helst at verða longt.
Nú er so greitt, at samstarvið ikki heldur fram. Petur Knudsen skal spæla aðrastaðni í 2024. Hann hevði, sum skilst, nøkur tilboð í Danmark og Norðurlondum í summar.
Petur er upprunaliga NSÍ'ari og varð valdur til ársins spælara eftir síni frálíku avrik í Betrideildini í 2020. Hann er skrásettur fyri 11 A-landsdystir, og var í hópinum til dystirnar í oktober. Petur Knudsen spældi tó ongan minutt tá. Hann byrjaði inni sum einsamallur áleypari móti Kekkia á heimavølli í juni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2023
Áleyparin hjá EB/Streymi hevur skorað trý mál á U21-landsliðnum í ár, og vandi hesa vikuna við Levanger, sum júst er flutt upp í næstbestu norsku deildina
Tað er møguligt, at Gutti Dahl-Olsen hevur spælt sín seinasta dyst fyri EB/Streym fyribils. 21-ára gamli álopskendi spælarin úr Streymnesi hevur verið fastur maður hjá barndómsfelagnum seinastu árini - oftast sum fremsti maður ella sum vongur.
Gutti hevur ikki sáttmála fyri 2024, og í vikuni hevur hann vant við liði uttan fyri landoddarnar.
Levanger skal næsta kappingarár spæla í næstbestu norsku deildini eftir uppflyting, og hevur givið Gutta Dahl-Olsen møguleika at venja við hesa vikuna.
Spurningurin er so, um okkurt ítøkiligt spyrst burturúr. Sum skilst hevur áhugi eisini verið fyri honum í føroyskum feløgunum.
Gutti Dahl-Olsen hevur veruliga gjørt vart við seg á U21-landsliðnum í ár. Í báðum heimadystunum hjá Føroyum er hann komin inn og hevur skorað: Fyrst javnaði Gutti til 2-2 móti Andorra í juni, og tá Kroatia vitjaði í Klaksvík í september sló tekniskt gávaði spælarin til tvær ferðir. Hann hevur spælt 47 minuttir samanlagt í trimum dystum, og hevur harvið víst skerpni og hegni í brotsteignum.
Royndarvenjingin í Levanger endaði í gjár. Kaj Leo í Bartalsstovu spældi í felagnum í 2014 og 2015.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2023
Í løtuni venur B36-profilurin við B93, sum spælir i næstbestu donsku deildini. Tað verður tó ikki vist enn, um tað verður til meira
Andrass Johansen er uppvaksin í B36, og hevur seinastu árini verið ein profilur á fremsta liðnum. Til tíðir hevur orkuríki og dugnaligi miðvallarin havt liðskiparabandið, og tað er helst ósannlíkt, at Andrass fer at umboða annað føroyskt felag.
Tað er tó ikki so ósannlíkt, at hann fer at royna seg uttan fyri landoddarnar, og í løtuni venur landsliðsspælarin á Eysturbrúgv í Danmark. Søguríka B93 flutti upp í næstbestu donsku deildina í fjør. Tað var við fyrrverandi HB-venjaranum Kim Engstrøm við róðrið. Hann er framvegis venjari hjá felagnum, sum hevði føroyska Henrik Thomsen í hópinum síðst í 70'árunum.
Andrass Johansen er júst byrjaður at venja við hópinum hjá B93. Hann fer at venja við B93 til landsliðið fer til Noregs um ellivu dagar. Hetta hevur Portalurin fingið upplýst.
Eftir hetta verður hugt upp á støðuna. Andrass hevur tó sáttmála við B36 fyri 2024 eisini. Harvið noyðist B93 - ella okkurt annað felag - at keypa hann leysan, um tað skuldi verið.
Tað er tó óvist, um Andrass Johansen fer nakran veg í vetur. 22-ára gamli miðvallarin hevur fingið fitt av minuttum á A-landsliðnum í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. november 2023
Øssur Hansen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, hevur sett navn á teir tjúgu, sum skulu við. Umframt vertjstjóðina verða Ísrael og Armenia mótsstøðuliðini
Mánadagin 13. november setir føroyska U19-landsliðið við dreingjum kós ímóti Kroatia, har EM-undankapping er á skránni.
Øssur Hansen er venjari hjá U19-dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Christiani Høgna Jacobsen, hevur hann nú kunngjørt teir tjúgu spælararnar, ið eru boðsendir.
Umframt Føroyar og Kroatia, verða Ísrael og Armenia eisini við í kappingini, sum verður spæld frá 15. til 21. november.
Hópurin
Jón Petur Thomsen, NSÍ
Svend Danielsen, B68
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Sølvi Johannesen, KÍ
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Bjørn Bakk Bjarkhamar, Víkingur
Jónas Prior, 07 Vestur
Súni Herman Petersen, B71
Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
Thomas Bjørn Miezan, FC København (Danmark)
Olivur Renéson Thomsen, TB
Hanus Højgaard, B68
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Mattias Hellisdal, B36
Carl Mikkelsen, B36
Julian Mouritsen, 07 Vestur
Jón í Horni Nielsen, 07 Vestur
Teitur Knudsen, NSÍ
Tobias Elmelund Hansen, B36
Jóhan Josephsen, KÍ
Skráin
15. november: Føroyar - Ísrael
18. november: Kroatia – Føroyar
21. november. Føroyar – Armenia
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2023