Leygardagur 18. november 2023 | Nr. 46 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 9
SíÐa 4
SíÐa 51
SíÐa 8
SíÐa 52
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Politiska støðan í Føroyum er onki meira enn kaotisk eftir at tað fyri viku síðani stóð greitt, at landsstýrið, hóast nógv størsti parturin av parlamentariska grundarlagnum var ímóti, nú fer undir samráðingar við Russland um at leingja fiskivinnusamstarvið.
Løgmaður, sum framvegis er ímóti, av etiskum og moralskum orsøkum, verjir avgerðina við, at tað er eitt ynski frá einum meiriluta á løgtingi, meðan forfólkini í hinum báðum flokkunum verja avgerðina við – ja, at tey eftir øllum at døma eru vorðin vísari nú, enn tey vóru, tá tey lovaðu veljarunum tað øvugta fyri einum ári síðani.
Tað er eins og í einum marrudreymi. Onki er, sum ein roknar við, at tað fer at vera, og samgonguleiðararnir gera tað tey kunnu fyri at tosa uttanum ella flyta fokus.
Meðan andstøðuflokkarnir liggja og dusa sær í góðum veljarakanningum, sum geva teimum dygga undirtøku fyri – ja, fyri hvat? Tí at samgongan liggur í andaleypi?
At fremsti mentanarberin her á landi, Kringvarp Føroya, í vikuni mátti boða frá, at stovnurin nú verður skerdur við 10 prosentum av arbeiðsorkuni, og harvið eisini innihaldinum, tí sitandi landsstýri heldur ikki í hesum máli hevur kunnað tikið seg saman og gjøgnumført sín egna vilja, kom eisini óvart á tey flestu.
Vit hoyra stundum á sosialu miðlunum fólk kæra sína ónøgd yvir almenna kringvarpið í vónini um at sleppa undan kringvarpsskattinum, sum støðugt nívir á mánaðarligu lønaruppgerðini. Men tað plagdi ikki júst at vera veljararnir hjá teimum nú ráðandi flokkunum, sum hava henda hugburð. Tí kann ein undrast yvir, at hetta banahøggið skuldi koma í hesum valskeiðinum.
Ørkymlanin hjá kringvarpsstjóranum er til at skilja. Alla aðra staðni í almennu skipanini liggur ein føst dagføring í rakstrarjáttanunum, so at hon nøkulunda fylgir prís- og lønarhækkingum á hvørjum ári.
Men hetta er ikki galdandi fyri Kringvarpið, har “skatturin” er ásettur sum fast krónugjald, og sum ikki verður regulerað. Kanska eru tað fleiri føroyingar, sum onki hava ímóti tí, men tey flestu munnu vera samd við stovnsleiðsluni í, at slík skipan á ongan hátt kann vera gagnlig fyri Kringvarpið. Tað ber ikki til at minka um virksemið á hvørjum ári og samstundis kunna halda lógarfesta kravið um margfeldi, góðsku og professionalismu í innihaldinum.
Tí er stundin nú komin til, at kringvarpsgjaldið verður avtikið sum ein serskattur, og játtanin til kringvarpsstovnin verður flutt yvir á fíggjarlógina, so at eisini hesin stovnur, fær játtan sína framskrivaða eftir sama leisti sum allir aðrir almennir stovnar.
Nú eru tríggir mans í stríðnum um veljarans tokka at verða løgmaður
Seinastu nógvu árini hevur spurningurin um hvør skal vera Føroya løgmaður verið ein spurningur um antin formann Javnaðarfloksins ella formann Sambandsfloksins. Um Aksel ella Bárð.
Men nú er formaður Fólkafloksins, Beinir Johannesen, komin við í kappingina.
Í hvussu so er sambært seinatu veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri BlaðiðVikuskifti í undanfarnu viku.
Í kanningini tá settu vit eisini veljarunum spurningin um hvønn tey hildu skuldi vera løgmaður eftir næsta løgtingsval.
Kanningin er áhugaverd, og speglar vánaliga valið, sum núverandi samgonguflokkar høvdu fingið um val var nú.
Undirtøkan tvífaldað
Tá vit spurdu veljararnar sama spurning fyri skjótt einum ári síðani, beint undan løgtingsvalinum í desember 2022, vóru tað 11,6 prosent, sum svaraðu at tey vildu hava tann tá nývalda formannin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen til løgmann.
Hetta skal síggjast í ljósinum av, at Fólkaflokkurin í kanningini tá stóð til at fáa góð 19 prosent av atkvøðunum.
Í nýggjastu kanningini frá síðstu viku svara nú tað tvífalda, 22,5 prosent av veljarunum, at tey ynskja unga fólkafloksformannin til formann. Og tað skal síggjast í mun til tey 29,5 prosentini, sum siga seg velja Fólkaflokkin í kanningini.
Hetta er eitt gott úrslit, tí formenninir í Fólkaflokkinum als ikki hava ligið so høgt í spurninginum um løgmann hesi nógvu seinastu árini.
Bárður á Steig stendur seg best
Harvið er Beinir Johannesen eisini ein dyggur kappingarneyti til Bárð á Steig Nielsen sum løgmansevni, um hesir báðir borgarligu flokkarnir skulu í samgongu aftur.
Vit skulu minnast til, at Bárður á Steig Nielsen fekk formanssessin eftir valið í 2019 hóast Sambandsflokkurin ikki var størstu tá, men Fólkaflokkurin.
Sigast skal tó, at formaður Sambandsflokksins korti er tann, sum flestu føroyingar ynskja til komandi løgmann, sambært hesi nýggjastu kanningini.
28,1 prosent hava sett sín kross við Bárð á Steig Nielsen í hesi kanningini. Tað er rættiliga nógv fleiri enn í november 2022, tá tann tá sitandi løgmaður fekk undirtøku frá 23,3 prosentum.
Ongin løgmanseffekt
Hinvegin gongur tað niður á bakka hjá sitandi javnaðarløgmanni, Aksel V. Johannesen.
Í november í fjør hildu 35,4 prosent av veljarunum at Aksel skuldi vera komandi løgmaður. Í juni 2022 var hetta talið heilt uppi á 39 prosentum.
Men nú Aksel hevur sitið í løgmanssessinum í góðar tíggju mánaðir, fær hann bert undirtøku frá 25,1 prosentum av veljarunum.
Spyr.fo kanningin vísir enn einaferð, at tað slítur hart upp á umdømið at sita sum løgmaður. Tað, ið vit fyrr kendu sum løgmanseffektin – hetta at sitandi løgmaður kundi styrkja sítt umdømi og harvið sína leiðarastøðu – tykist ikki at vera galdandi longur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2023
Og meksikanski kokkurin á Ræst, Sebastian Jiménez, kosin ársins nýggja kokkanavn af White Guide
Tvær føroyskar matstovur eru millum tíggju tær bestu í Danmark. Tað avdúkaði matguidin White Guide Denmark á eini samkomu í Axelborg í Keypmannahavn mánakvøldið.
Koks í Ilimanaq í Grønlandi liggur á fjórða plássi eftir tær trýggjar heimsklassa matstovurnar í Keypmannahavn, Alchemist, Noma og Geranium.
Og so kemur Ræst í Gongini í Havn inn á tíggjunda plássið, beint eftir Søllerød Kro, har føroyingurin Jan Restorff er matstovuleiðari.
Og ikki bara fingu tvær føroyskar matstovur heiður og góð viðmæli. Meksikanski kokkurin á Ræst, Sebastian Jiménez, varð eisini kosin ársins nýggja kokkanavn, Årets unge Kokketalent.
Sebastian Jiménez (Savnsmynd: Neil Burger)
Í dømingini hjá White Guide verða givin upp til 40 stig fyri matin og upp í 100 stig fyri samlaðu upplivingina. Ongin matstova fær fult stigatal, men Alchemist, ið varð kosin besta matstovan er nær við, hon fær 39/99.
Noma fær 39/98 og Geranium 39/96, og síðan Koks við 38/97.
Á einum deildum 10. plássi koma Ræst og nýggja koreanska matstovan Koan í Keypmannahavn, sum báðar fáa dømingina 37/93.
Hetta má sigast at vera eitt gott ummæli hjá Ræst, tí hvat matinum viðvíkur, so liggur føroyska matstovan á hædd við matstovurnar, sum deila 6. plássið og 8. plássið, meðan samlaða dømingin liggur eitt vet lægri.
Dómararnir skriva eitt umfatandi ummæli av øllum matstovunum, sum eru við í dømingini, og Ræst verður ummæld undir yvirskriftini “En kulturrejse i råddenskab og fortryllende velsmag”.
Í ummælinum verður víst á, at Ræst higartil hevur roynt seg við tí siðbundna føroyska matsiðinum, sum ikki fellur í smakk hjá øllum. Men við Sebastian Jiménez og royndum hansara frá Koks og tí latínamerikansku matmentanini hann hevur við sær, er Ræst vorðin ein spennandi matstova á altjóða støði. “Tað er siðvenja, nýhugsan og samanseting av mentanum í eini higartil ósæddari stórfingnari kombinasjón”
Les alt ummælið her, har tað eisini ber til at lesa ummælið yvir hinar føroysku matstovurnar, sum eru við í Whita Guide. Umframt Ræst og Koks eru tær Bitin, Fiskastykkið, Húsagarður, Katrina Christiansen, Roks, Ruts Restaurant, The Tarv og Áarstova.
Les eisini okkara ummælið: Ræst og eitt sindur speisi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2023
Katrin Petersen tekur 1. januar við starvinum sum tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya
Hon hevur seinastu mánaðirnar verið spinndoktari - samskiftisfólk - hjá Tjóðveldi, men 1. januar tekur Katrin Petersen við sum nýggjur tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya.
Nýggi tíðindaleiðarin á Føroya størsta journalistiska arbeiðisplássi metir tað ikki vera ein trupulleika, at hon kemur úr starvi fyri ein politiskan flokk sum situr í landsins stjørn. Tað segði hon í samrøðu við John Johannesen í útvarpstíðindunum í vikuni.
- Tað at arbeiða fyri ein politiskan flokk, er eisini eitt samskiftisstarv. Nokkso nógv, sum eru útbúgvin innan miðlar, fara í politikk. Sum samskiftisfólk ella stilla upp. Tað er kanska ikki so løgið, at onkur av teimum, sum koma aftur í Kringvarpið hava verið í hasari verðini. Antin hevur tú verið úti hjá tí privata ella hjá onkrum parti av politisku skipanini, segði Katrin Petersen við útvarpið.
Hon sigur, at hon hevur arbeitt professionelt fyri Tjóðveldi, og tað ætlar hon eisini at gera fyri Kringvarpið.
- Tá man skiftir starv uppá handan mátan eru báðir partar áhugaðir í at kvetta linjurnar. Haldi ikki man blívur við at hava eina "hotline" inn til landsstýrisfólkini, tí tað eru tey fyri so vítt heldur ikki áhugaði í, heldur Katrin Petersen.
Katrin Petersen hevur áður verið virkandi tíðindaleiðari í SVF og hevur eisini verið journalistur, redaktørur og vertur í Degi og Viku í Kringvarpinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2023
Stórar sparingar mugu fremjast í Kringvarpi Føroya, og starvsfólkahópurin minkar við útvið 11 ársverkum. Tað fer at síggjast aftur í skránni
Kringvarp Føroya minkar nú um starvsfólkahópin og 11 ársverk verða spard burtur. Tað fer at raka skránna meint, sigur Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri.
Inntøkurnar komandi árini standa í stað, samstundis sum útreiðslurnar vaksa. Hetta hevur við sær, at raksturin næsta ár fer at geva eitt undirskot upp á stívliga 8 milliónir krónur.
- Undirskotið veksur næstu árini, um KVF ikki fremur hesar sparingarnar, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen.
Fólkatalsframrokningar vísa, at inntøkurnar frá kringvarpsgjaldi verða óbroyttar komandi 10 árini. Einki bendir á, at aðrar inntøkur koma at viga upp ímóti, at inntøkurnar frá kringvarpsgjaldinum standa í stað.
Samstundis megna inntøkurnar frá gekkaspælinum ikki at bøta fyri teimum vaksandi útreiðslunum.
Støðan er tí, at fíggjarliga grundarlagið undir stovninum av álvara ridlar.
Útreiðslurnar vaksa
KVF er í einari serstøðu sum almennur stovnur, tí stovnurin fær ikki nakra kompensatión fyri útreiðsluvøksturin í samfelagnum, staðfestir Ivan Hentze Niclasen.
- Kringvarpsgjaldið er okkara játtan, og tað stendur í stað. Tí sigur tað seg sjálvt, at vit kunnu ikki standa ímóti vaksandi útreiðslunum, sum koma av lønarhækkingum og prísvøkstrinum, sum er í samfelagnum. Tí má KVF alla tíðina niðurlaga virksemið fyri at hava javnvág millum inntøkur og útreiðslur, sigur hann.
Hetta er aðru ferð upp á bert tvey ár, at Kringvarpið má fremja umfatandi sparingar. Í 2021 spardi stovnurin stívliga 6 milliónir krónur. Tá vóru knappliga sjey ársverk spard burtur.
Sparingarnar raka skránna meint
Umfatandi sparingarnar fara at raka skránna meint. Kringvarpið noyðist snøgt sagt at skerja framleiðsluna av føroyskum tilfari, staðfestir kringvarpsstjórin.
Talið av stórum sjónvarpsframleiðslum minkar munandi. Árliga nýggjárskonsertin og aðrar stórar framleiðslur á ítrótta- og mentanarøkinum verða spardar burtur.
Minni orka verður til aktualitetssendingina Breddan, sum einans fer at verða send tríggjar ferðir um vikuna. Talið av tíðindasendingum í útvarpinum minkar. Timapressurnar millum kl.12.20 og 17 detta burtur.
Færri tónleika- og mentanarsendingar verða í útvarpinum. Talið av sjónvarpsdokumentarum minkar eisini – úr umleið 40 árliga – til umleið 25 dokumentarar árliga. Nýggi jólakalendarin, sum skuldi skrivast til barnaútvarpið, verður fyribils av ongum.
Tað er brúk fyri einum sterkum Kringvarpi
Vit liva í eini tíð við nógvum rembingum, og tá er stórur tørvur á sterkum public service-stovnum, sum kunnu varpa álítandi tíðindi. Tí er brúk fyri einum sterkum Kringvarpi, heldur kringvarpsstjórin.
- Mentanarpolitiskt vendir hetta eisini púra skeivt”, leggur hann afturat.
- Samstundis sum vit skerja okkara virksemi, floyma ovurstórar nøgdir av útlendskum films- og sjónvarpstilfari inn yvir okkum frá stóru, altjóða stroymingartænastunum. Tað ávirkar málførið og mentanina, og tí er alneyðugt at framleiða dygdargott tilfar á móðurmálinum til børn og ung og at kunna varpa fleiri mentanarsendingar, sigur Ivan Hentze Niclasen.
AMMR er vitandi um støðuna
Umboð fyri leiðsluna og kringvarpsstýrið hava gjørt landsstýriskvinnuna og politisku skipanina varug við, at neyðugt er við átøkum, sum framtíðartryggja KVF, soleiðis at stovnurin í framtíðini megnar at lyfta kjarnuuppgávurnar.
Sitandi samgonga hevur í samgonguskjalinum lovað at styrkja miðlalandslagið. Enn er tó ikki greitt, nær hetta hendir, og tí slepst ikki undan at fremja sparitiltøkini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2023
Seks vikur tók tað. Týskvøldið skrivaðu Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið undir nýggjan sáttmála
Tað skuldi taka seks vikur og løgtingið at leggja uppí áðrenn ein semja fekst í drúgvu sáttmálatrætuni millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Týskvøldið frættist, at Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum høvdu skrivað undir nýggjan sáttmála.
Talan er um ein trý ára sáttmála.
Viðvíkjandi løn, so fara allir sjúkrarøktarfrøðingar frá 1. januar 2023 upp við 3,80 prosentum, og 4,04 prosentum um ársskiftið. 1. januar 2025 hækka øll lønarstig við 2,15 prosentum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2023
Tann, sum hevur givið falska frágreiðing vil vera við, at hann er trýstur av øðrum tunesiskum monnum at lúgva um Farhat Bourbia
Málið um arbeiðsviðurskifti og hendingar, sum skulu vera farnar fram hjá Farhat'sa Pitsa, hevur tikið eina sjáldsama vend.
Frihedsbrevet.fo skrivaði í vikuni, at tær álvarsligastu ákærurnar móti Farhat Bourbia, sum vóru um harðskap, eru tiknar aftur. Ákærurnar vóru frá Saber Haddad, sum nú hevur broytt frágreiðing í málinum.
- Løgreglan hevur fingið fráboðan um falska frágreiðing í málinum. Vit hava reist ákæru í málinum, men síðani hava vit so fingið fráboðan um, at tað ikki passar, sum ein av teimum órættaðu sigur, sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri hjá løgregluni.
Løgreglan má tískil nú kanna alt málið av nýggjum fyri at finna fram til, hvat er hent.
Sambært Saber Haddad, skal hann vera trýstur av øðrum tunesiskum monnum at lúgva um Farhat Bourbia fyri løgregluni og fyri Kringvarpinum, skrivar Frihedsbrevet.fo.
Farhat Bourbia varð annars í summar ákærdur fyri tvey brot á §266 í revsilógini um hóttanir fyri í tveimum førum at hava hótt starvsfólk við harðskapi. Eisini varð hann ákærdur fyri eitt brot á §244 í revsilógini um harðskap fyri at hava sligið eitt starvsfólk tvær ferðir í høvdið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2023
Málið skal samtykkjast av býráðnum í Havn og bygaráðnum á Sandi, áðrenn avtalan kann undirskrivast
Borgarstjórin í Sands kommunu og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hittust hósdagin at tosa um samstarv millum kommunurnar, nú Sandoyartunnilin letur upp um fáar vikur.
Sands kommuna og Tórshavnar kommuna samskifta um at samstarva um tilbúgvingina.
Tað varð umrøtt á fundi millum Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, og Hera Sverrason, borgarstjóra í Sands kommunu.
Málið skal tó samtykkjast av býráðnum í Havn og bygdaráðnum á Sandi, áðrenn avtalan kann undirskrivast.
Tórshavnar kommuna og Sands kommuna hava, sum er, ávíst samstarv, t.d. innan barnaverndarøkið.
Bæði Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, síggja nógvar aðrar aðrar møguleikar fyri samstarvi millum kommunurnar eftir at Sandoyartunnilin letur upp.
Ein umrøddur møguleiki er samstarv á skúlaøkinum, tí kommunurnar báðar hava nógv at bjóða næmingunum hjá hvør øðrum.
Frá vinstru Marnar Højsted, kommunustjóri í Sands kommunu, Heini Østerø, leiðari fyri Tórshavnar Sløkkilið, Heri Sverrason, borgarstjóri, Sands kommuna, Heðin Mortensen, borgarstjóri Tórshavnar kommuna (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2023
- Tað er umráðandi at varðveita vitanarstørv og førleikar at byggja skip her í Føroyum, sigur Mouritz Mohr, skipasmiðjustjóri
Tann fyrsta av tveimum tvíkiljum til Hiddenfjord fór av bakkastokki í vikuni. Tvíkiljan verður nú royndarsigld komandi dagarnar, og seinastu snøklarnir fingnir til høldar.
Henda fyrra tvíkiljan, Heldarsgjógv, verður skrásett í Sandavági og verður latin í komandi viku. Tvíkiljan verður latin til avtalaðu tíð, góðsku og prís.
Frá einum burðardygd sjónarhorni er her talan um eina “stuttflutta” vøru, tí bæði skrokkur og øll byggingin er farin fram í Føroyum. Líka frá fyrsta strokinum í tekniforritinum, umvegis skering og sveising av stálinum til og við el-arbeiðinum og liðugtmonteringini av útbúnaði og apteringini umborð.
- Tað er sera umráðandi hjá okkum at varðveita vitanarstørv og okkara førleikar at byggja skip her í Føroyum. Og tað er henda uppgávan fyri Hiddenfjord eitt dømi um, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.
(Mynd: Ólavur Frederiksen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2023
Sseinasta árið vóru tað ríkisborgarar úr Asiu og úr evropeiskum londum uttan fyri norðurlond, sum stóðu fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum
1. oktober búðu 54.522 fólk í Føroyum. Tað er 554 fólk fleiri enn somu tíð í fjør - ein vøkstur á eitt prosent, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiði.
Fólkatalið veksur framvegis við somu lágu ferð, sum vit hava sæð í ár og i fjør, skrivar Hagstovan.
Seinasta árið kom árligi vøksturin niður á 1,0 prosent, eftir at hava ligið um 1,1 prosent í nakrar mánaðir. Lítla minkingin í árligu broytingini kemur av, at nettoflytingin er minkað eitt sindur meiri, enn burðaravlopið er vaksið.
Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 202 fólk og eini nettoflyting á 352 fólk.
Sambært Hagstovuni er samansetingin av ríkisborgarum, sum leggjast aftrat fólkatalinum, nógv broytt.
Um seinasta árið verður samanborið við sama tíðarskeið fyri fimm árum síðani, so stóðu danskir ríkisborgarar fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum tá. Men seinasta árið vóru tað ríkisborgarar úr Asiu og úr evropeiskum londum uttan fyri norðurlond, sum tilsamans stóðu fyri tveimum triðingum av fólkavøkstrinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2023
Maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani fyrst í september í ár
Føroya Rættur hevur dømt ein 29 ára gamlan mann eitt árs treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla kokain og hassj til Føroya.
Maðurin, sum hevur sitið í varðhaldi síðani fyrst í september, var í Føroya Rætti týsdagin dømdur fyri at hava smuglað umleið 86 gramm av kokaini og umleið 50 gramm av hassji.
Maðurin, sum er føroyingur, játtaði seg sekan, og málið var tí framt sum eitt játtanarmál. Maðurin tók við dóminum. Hann skal sita revsingina beinanvegin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2023
Orsøkin til royndarsiglingina er, at Strandferðslan mælir til at royna, um Teistin møguliga kann brúkast á aðrari farleið enn Sandoyarleiðini
Strandferðslan fer í næstu viku at royndarsigla Teistan á Kalsoyar- og Nólsoyarleiðunum.
Endamálið er at meta um, hvussu skipið tekur seg út á farleiðunum og atløgunum í mun til stødd, manøvru og rampur.
Royndarsiglingin á Nólsoyarleiðini verður mánadagin 20. november og á Kalsoyarleiðini týsdagin 21. november.
Hesar báðar dagarnar verða flytingar gjørdar á farleiðunum, ið verða ávirkaðar. Ternan fer á Sandoyarleiðina fyri Teistan onkran túr, Sam fer á Nólsoyarleiðina fyri Ternuna, og Jósup fer á Hestleiðina.
Orsøkin til royndarsiglingina er, at Strandferðslan mælir til at royna, um Teistin møguliga kann brúkast á aðrari farleið enn Sandoyarleiðini.
Teistin stendur á sølulista á fíggjarlógini, men skipið er rættiliga nýtt í mun til hini skipini hjá Strandferðsluni. Hann varð liðugt bygdur á Mest í 2001. Fyri tíggju árum síðani bleiv orkuverkið umborð skift út.
Kunning um broytingarnar verða at síggja á gula breddanum á www.ssl.fo og umvegis sms-skipanina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2023
Sunnudagin 19. november verður hátíðargudstænasta í Vesturkirkjuni í sambandi við, at tað eru 25 síðan, at Heri J. Joensen og Bergur Debes Joensen tóku við embætinum sum sóknarprestar í Syðurstreymoyrar vestara prestagjaldi
Sunnudagin klokkan 11 verður hátíðargudstænasta í Vesturkirkjuni.
Høvið er serligt á tann hátt, at sóknarprestarnir Heri J. Joensen og Bergur D. Joensen hava røkt tænastuna í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í 25 ár, skrivar Fólkakirkjan.
Heri og Bergur tóku við embætinum sum sóknarprestar 1. desember í 1998, og 6. desember sama ár vórðu teir skipaðir í embætið.
– Heri J. Joensen og Bergur D. Joensen avloystu tveir sóknarprestar, sum frá tí at Suðurstreymoyar Vestara prestagjald var upprættað í 1976 høvdu tænt sóknarbørnum væl og trúliga. Heri kom í embætið hjá Kjartani Mørkøre, ið var kirkjubókaførandi og jarðarferðarmyndugleiki. Bergur avloysti Høgna Poulsen.
– At tvær ferðir tveir sóknarprestar hava starvast í so langa tíð í einum og sama prestagjaldi ber boð um, at í prestagjaldinum er gott at vera, og at prestarnir trívast í kalli og tænastu, skrivar Fólkakirkjan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2023
Pál Weihe hevur verið formaður síðan 2014, men nú tekur Gunnhild Helmsdal yvir
Á aðalfundi í Læknafelag Føroya farna vikuskiftið, varð Gunnhild Helmsdal, kommunulækni, vald til forkvinnu.
Hon loysir Pál Weihe av, sum hevur verið formaður síðan 2014 og tí sambært viðtøkum felagsins ikki longur kundi halda fram.
Undir Læknafelagnum eru trý fakfeløg: Serlæknafelagið, Kommunlæknafelagið og Felagið hjá yngri Læknum. Hesi trý skiftast um at skjóta upp formann/forkvinnu.
Á aðalfundinum var eisini stuðulssamtyk gjørd sum lýsir stuðul til starvsfelagar í krígsrakta økinum í Gazageiranum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2023
Hann avloysir Honnu Jensen, sum hevur farloyvi til summarið 2025
Mikudagin tók Christian Joensen við farloyvisstarvinum sum rektari á Miðnámi á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeiði.
Fyribils rektarin, Óli Wolles, handaði nýggja rektaranum lykilin til skrivstovuna.
Christian Joensen, sum býr í Saltangará, er 51 ára gamal, útbúgvin sivilverkfrøðingur í 1999 og hevur m.a. eftirútbúgvingarskeið í námsfrøði, leiðslu og fíggjarstýring. Hann var lærari í støddfrøði á Handilsskúlanum fyri mongum árum síðan, og eftir fleiri ár hjá Føroya Tele hevur Christian aftur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali hesi síðstu seks árini – nú í støddfrøði og alisfrøði. Umframt vanliga undirvísing hevur Christian Joensen røkt eina røð av øðrum uppgávum í skúlanum.
Christian Joensen avloysir Honnu Jensen, ið vegna tingarbeiði hevur fingið játtað farloyvi fram til summarið 2025. Síðan Hanna Jensen fór aftur í Tingið, hevur Óli Wolles, vararektari, røkt rektarastarvið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2023
Tað er á DTU í Lyngby, at havnarmaðurin skjótt skal leggja fram. Martin hevur verið innskrivaður á Fróðskaparsetrinum og Danmarks Tekniske Universitet í arbeiðstíðini
Fríggjadagin 1. desember klokkan 13, danska tíð, verjir Martin Mohr Olsen ph.d.-ritgerð sína á DTU í Lyngby. Heitið á ph.d.-ritgerðini hjá Martini er "Fourth Mission and Post-Sustainability Oriented Innovation in the Arctic".
- Martin hevur verið innskrivaður á Fróðskaparsetrinum og Danmarks Tekniske Universitet (DTU), og ph.d.-verkætlanin er eitt samstarv millum Setrið, DTU. Tórshavnar kommunu og Hugskotið.
Jason Li-Ying, professari á DTU, hevur verið høvuðsvegleiðari. Jens Christian Svabo Justinussen og Lau Øfjord Blaxekjær frá Fróðskaparsetrinum hava eisini verið partur av vegleiðaratoyminum hjá Martini Mohr Olsen.
Í Metingarnevndini eru trý fólk: Ein professari á DTU, ein úr Kanada, og Firouz Gaini frá Fróðskaparsetrinum, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2023
Námingaráðið í Skúlanum í Eysturkommunu handaði hósdagin borgarstjóranum áheitanarskriv, har heitt verður um at bøta um viðurskiftini
Hósmorgunin var fult hús hjá borgarstjóranum í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen.
Næmingaráðið saman við lærarum og námsfrøðingum úr Skúlanum í Eysturkommunu handaði borgarstjóranum áheitanarskriv um viðurskiftini á Eysturleiðini.
Í áheitanarskrivinum, sum formaðurin í næmingaráðnum, Jónas A. Olsen og Martina Biskopstø Poulsen, umboð fyri lærarar og námsfrøðingar, handaðu, var víst á viðurskiftir sum ikki eru nøktandi og hava skund fyri at Eysturleiðin kann gerast betri og tryggari fyri børnini.
Eyp.fo skrivar, at trupulleikar sum vóru nevndir var, at bussurin ofta er alt ov fullur av næmingum. Ikki øll hava møguleika at sita í trygdarbelti. Og at børn hava upplivað happing og harðskap í bussinum, og harvið ikki tora at taka bussin í skúla.
Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, saman við forkvinnuni í umhvørvis- og trivnaðarnevndin, Marjun Andreasardóttir, tóku ímóti og lovaðu at royna at loysa trupulleikan skjótast gjørligt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2023
Hetta var hátíðarhildið týsdagin. Tilhaldið er tað elsta í Tórshavnar kommunu
Týsdagin vóru júst 35 ár liðin, síðani Tilhaldið í Kollafirði lat upp. Í hesum sambandi var eitt hátíðarhald.
Nógv fólk vóru komin í føðingardag, og lagið var gott. Góður harmonikutónleikur var á skránni, og fleiri tóku eisini orðið, skrivar torshavn.fo.
Tilhaldið í Kollafirði lat upp 14.november 1988. Tilhaldið er tað elsta í Tórshavnar kommunu. Nógv tiltøk eru á skránni hjá Tilhaldinum gjøgnum ár og dag, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, rósti leiðaranum og starvsfólkunum fyri nógvu tiltøkini, ið tey skipa fyri.
Tórshavnar kommuna skrivar, at borgarstjórin í røðu sínari eisini vísti á, at nú stovnurin fyllir runt eigur kanska at verða hugsað um at seta út í kortið fyri komandi árini.
Nógv fólk komin saman til hátíðarhaldið (Mynd: torshavn.fo)
Tað er langt síðani, at kommunan setti pening av til at keypa eitt grundøki til at gera nýggjan felags eldradepil í Kollafirði.
- Málið um staðsetingina kom fyri á stóra borgarafundinum í Kollafirði í summar. Her stóðst stórt kjak um staðsetingina sum endaði við, at fundurin einmælt mælti til at leggja eldradepilin á Todnesi.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at málið nú liggur hjá Búnaðarstovuni, men vísti á, at kommunan arbeiðir fyri at fáa eina skjóta loysn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2023
Um hálvtannað ár vera hesar turrar og búnar til borðreiðing
Mánadagin vórðu 16 stór svínstjógv saltað løgd til saltingar í Klaksvík. Talan eru um skinkur á umleið 11 kilo, sum eru komnar úr Danmark.
Tá skinkurnar eru væl og virðiliga saltaðar, væntandi millum jól og nýggjár, verða tær hongdar upp í elligamla hjallinum niðri á bakkanum í Hattarvík, har samkoma verður.
Saltaðu skinkurnar verða so hangandi í brimi og sjóroki líka til Flokksmannadagin, í juli 2025 – um hálvtannað ár! – tá tær verða á matskránni fyri fyrstu ferð. Uppistovugarður í Hattarvík skipar fyri floksmannadøgum á hvørjum ári við mati, undirhaldi og øðrum upplivingum. Spennandi gastronomiskt slow food átak á útoyggj.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2023
Tað merkir, at nú verður ikki longur neyðugt at søkja um loyvi til annaðhvørt at stovnseta og reka biografar ella til at hava einstakar almennar filmssýningar
Løgtingslóg um biografar er nú avtikin. Tað merkir, at nú verður ikki longur neyðugt at søkja um loyvi til annaðhvørt at stovnseta og reka biografar ella til at hava einstakar almennar filmssýningar.
Tann einasti virkni biografurin í landinum í løtuni, Havnar Bio, skal sostatt ikki longur søkja um at fáa loyvið endurnýggjað, men skal framhaldandi halda krøv um brunatrygd o.a.
Tað merkir eisini, at stovnar, feløg og einstaklingar, eitt nú mentanarhús, kommunur, kirkjur og ungdómshús, ið vilja hava almenna filmssýning, ikki fyrst mugu útvega loyvi frá landsstýriskvinnuni.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, fegnast um, at meiriluti fekst fyri uppskotinum:
– Tíðin er farin frá biograflógini. Lógin stavar frá eini tíð við filmseftirliti, sum ikki er til longur. Við avtøkuni av lógini verður minni skrivstovuveldi, samstundis sum at armslongdarmeginreglan verður vird.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2023
Ævisøgan “Petur Mohr Dam – Føroya sociali arkitektur” verður løgd fram á tiltøkum í hesum døgum
Í vikuni var framløga í Miðlahúsinum í Vágsbotni av bók, sum Virgar Tórarson Dalsgaard hevur skrivað um tann viðgitna stríðsmannin, sum í meira enn fjøruti ár var turbulentur miðdepil í føroyskari nútíðarsøgu.
Virgar Tórarson Dalsgaard er pensioneraður fólkaskúlalærari. Hann hevur sum útiseti búð í meira enn tveir mansaldrar í Danmark, men kortini meginpartin av tíðini fylgt við sum politiskur eygleiðari.
Virgar T. Dalsgaard
Hann er nú á døgum millum tey fáu, sum hava kent Petur Mohr Dam persónliga, og hevur tí sett sær fyri at lýsa javnaðarhøvdingin, bæði sum privatpersón, undirvísara, skald og socialan stríðsmann.
Petur Mohr Dam (1898-1968) var maður, sum var føddur við silvurskeið í munni, men misti hana! Hann var borin til eitt ríkt kongsfesti í Kollafirði, og vaks upp í einum tryggum handilshúsi í Skopun, men misti pápa sín sum lítil óviti og mátti seinni, eftir langa sjúkralegu, siga kongsfestið frá sær. Handilin mátti steingja, so alt húskið var rakt av fátækradømi og stórari neyð.
Petur Mohr beit saman tenn, smoygdi seinni sínar socialu ermar upp og herjaði kompromisleysur móti armóð og órætti.
Mánadagin kl. 20 verður framløga í kantinuni í Trongisvágs skúla og týsdagin 21. november í Klaksvíkar bókasavni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2023
Sunnudagin verður danski rithøvundurin og teknarin, Allan van Hansen, á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum, har hann fer at greiða frá grafisku skaldsøgu sínari, "Underlevet"
Tey, ið hava verið fyri kynsligari misnýtslu verða mangan rópt sterk, á donskum (en overlever), men høvuðspersónurin í donsku grafisku skaldsøguni, Underlevet, heldur ikki, at hetta er hóskandi lýsing av sær sjálvum. “Hvis noget har jeg underlevet", sigur hann.
Sunnudagin kl. 14, verður danski rithøvundurin og teknarin, Allan van Hansen, á Bókadøgum, har hann fer at greiða frá grafisku skaldsøgu sínari, "Underlevet", sum er ein hørð og poetisk søga um lívið aftaná kynsliga misnýtslu.
"Underlevet" snýr seg um Klaus, sum heldur seg fyri seg sjálvan og býr einsamallur í einum kolonihavahúsum. Gjøgnum alt lívið hevur hann havt trupult við at hava eitt fast tilhald, og hann er fluttur úr staði í annað 22 ferðir. Hann stríðist við relatiónir og skúgvar fólk frá sær. “Jeg lever, men jeg kan ikke leve frit eller fuldt", sigur hann.
Grafiska skaldsøgan, "Underlevet", er um skuldarkenslu og skomm, pínu og angist, og um sár á sál, sum forðar fyri at liva lívið til fulnar. Underlevet vann Ping-virðislønina 2023 fyri bestu donsku teknirøð.
Allan van Hansen, sum er maðurin handan Underlevet, vitjar á Bókadøgum, har hann fer at greiða frá, hvussu tað er at arbeiða við evnum, sum eru tapu, og at skapa eitt verk, sum snýr seg um at viðgera barndómstrauma.
Tiltakið er á donskum og er ókeypis.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2023
Farna leygarkvøldið var gallaveitsla í VB-húsinum
Farna leygarkvøld varð stórt heiðurskvøld í Vági í sambandi við at ein av kendastu tónleikarunum og undirhaldarum í Føroyum er blivin 80 ár.
Talan er um Robert Mc.Birnie, sum 1. november fylti 80 ár, og á gallakvøldinum í VB-húsinum vóru røður, framførslur og annað.
Fleiri myndir kunnu síggjast her
Bjartur Vest tók myndirnar:
Neptun flytir fram røðu fyri vinnmanninum
Jákup Pauli úr Sørvági var eisini við...
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2023
Stóri vinnuligi festivalurin í Groningen verður miðskeiðis í januar. - Tað hevur altíð verið eitt stórt mál hjá mær at spæla á Eurosonic, sigur Jazzygold
Umleið somu tíð í fjør kunngjørdu vit, at Føroyar sum heild helst ongantíð fyrr høvdu sett eitt so stórt musikalskt fótafar í Europa, men vit tora at siga, at 2023 hevur verið eitt uppaftur betri ár. Og nú eitt nýtt innihaldsríkt ár fyri føroyskan tónleik er um at vera komið at enda, er tað við miklari frøi, at vit kunnu siga, at framhaldið kemur longu í januar. Bæði Jazzygold og Aggrasoppar eru júst klár til Eurosonic Noorderslag (ESNS) í Niðurlondum.
Eurosonic Noorderslag, eller Eurosonic, sum tað yvirhøvur verður stytt til, er ein stór stevna, ið hevur verið í Groningen síðan 1996. Festivalurin verður hildin í fýra dagar á fleiri stórum og miðalstórum spælistøðum í miðbýnum í Groningen, og mong halda henda festivalin vera tann týdningarmesti vinnuligi festivalurin í Europa, serliga tá ið tað ræður um konsertvirksemi.
Umframt konsertirnar verður skipað fyri ráðstevnu við meira enn 100 innlitsríkum panelum, aktuellum orðaskifti, høvuðsrøðarum og hópin av góðum netverksmøguleikum. Festivalurin sjálvur upplýsir, at hann dregur meira enn 40.000 vitjandi til sín um árið, herímillum yvir 4.000 musikkyrkisaktørar og heilar 400 festivalar.
Gjøgnum árini hava nøvn sum Aurora, Sam Smith, Wet Leg, James Blake, Girl in Red og fleiri aftrat verið á palli fyri eini altjóða fjøld á byrjanarstigi á yrkisleiðini. Í fjør vóru vit so heppin at vera umboðað við Brimheim og Kóboykex, har tey bæði hava merkt ringárinið aftaná av sínum framførslum.
Í dag eru bæði Jazzygold og Aggrasoppar lýst til at vera á Eurosonic Noorderslag 2024. Hetta bara nakrar vikur eftir at tey komu heim frá eini ótrúliga flottari móttøku á ársins Iceland Airwaves.
Eurosonic Noorderslag er í døgunum millum 17. og 20. januar 2024.
Tíðindaskriv frá Faroe Music Export
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2023
Uni Arge hevur skrivað bókina, sum gjølla lýsir søguna um rossahald og kappríðing í Føroyum
Í dag kl. 16 verður bókin ”Ross og fólk” um 80 ára søguna hjá Føroya Ríðingarfelag løgd fram í felagshølunum í Havnardali. Uni Arge hevur skrivað bókina.
Føroya Ríðingarfelag varð stovnað 25. februar í 1943, men søgan hjá stuttleikaríðingini byrjar áðrenn tað. Hon tók seg upp við dreingjum, sum vóru rossaansarar hjá eitt nú Reginald Østrøm og M. C. Restorff síðst í 19. øld.
Fyrsta kappríðingin var á ólavsøku í 1921. Tá varð riðið á Sundsvegnum, har Tórsbreyt er nú. Flutt varð út á Velbastaðvegin í 1928. Har varð í fyrsta umfari riðið kapp í tvey ár, áðrenn steðgur kom í.
Kappríðingarnar á Velbastaðvegnum vórðu tiknar uppaftur í 1936, og síðan hava kappríðararnir ikki helmað í. Fleiri kappríðingar komu so líðandi aftrat teirri á ólavsøku.
Føroya Ríðingarfelag fekk ríðibreyt í Marknagili í 1970, og á henni hevur verið riðið kapp øll árini síðan. Nú skal nýggj breyt gerast, tí tunnilsarbeiði órógvar breytina í Marknagili.
Føroya Ríðingarfelag gjørdi avtalu við Tórshavnar kommunu um økið í Havnardali í 1977, og fyrstu fjósini komu har í 1981.
Felaghúsið kom í 1994 og er júst útbygt. Høllin hjá felagnum í Havnardali kom í 2007. Har hevur eisini Føroysk Íslandsrossafelag egin fjós og egna høll.
Bókin ”Ross og fólk” lýsir gjølla søguna um rossahald og kappríðing í Føroyum, og frá 1943 eltir hon serliga slóðina hjá Føroya Ríðingarfelag.
Hon er 444 síður og prýdd við einum hópi av forkunnugum myndum av kendum fólkum.
Í sambandi við framløguna í Havnardali leygardagin 18. november kl. 16 fer formaðurin, Brandur í Dali, at siga nøkur orð, og síðan greiðir høvundurin frá arbeiðinum við bókini.
Í ritstjórnini hava verið Hans Vilhelm Lützen og Brandur í Dali.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2023
Hanne Marit Mordal Iversen og Aldubáran kunnu njótast í Ólavskirkjuni
Síðani 2017 hevur Kirkjubøar kirkja, Ólavskirkjan, verið karmur um tónleikatiltak, har tónleikur hjá Johann Sebastian Bach hevur ljómað. Í ár verður tað tónleikur úr nótabókini, ið konan Anna Magdalena Bach og húskið høvdu sum felagsítriv.
Fyrireikararnir eru so heppin, at nýggja stjørnuskotið innan klassiskan sang, Hanne Marit Mordal Iversen, kemur á vitjan at syngja við tónleikarunum í úrmælingabólkinum Aldubáruni. Hanne Marit vann fyri nøkrum vikum síðani stóra altjóða sangkapping í Paris.
Løtan er hugsað sum ein skái í jólameldrinum, har ið áhoyrarar sessast í glæmuni frá kertuljósum, og í friði njóta undurføgru tónarnar, ið dúgliga vóru sungnir og leiktir av Onnu Magdulenu sjálvari, tónleikaliga gávaðu børnunum, gistandi og vinum, ið komu framvið hjá Bach-familjuni í Leipzig fyri 300 árum síðani.
Konsertin, ið er ókeypis, byrjar kl. 19.30. Tónleikararnir byrja eina løtu innan hetta at spæla sálmaløg úr kantatum og smærri tónleikaverk hjá Bach.
Avmarkað pláss er í kirkjuni.
Eftir konsertina eru øll hjartaliga vælkomin at hittast til samveru í Roykstovuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2023
Fróðskapur gevur út skreytútgávu við Kongsbókini, sum er einasta miðaldarhandrit í føroyskari varðveitslu
Tað eru liðin 725 ár síðan Hákun hertugi Magnusson læt rættarbótina, sum seinni hevur verið nevnd Seyðabrævið, seta í gildi í Føroyum. Frumritið til Seyðabrævið er varðveitt í Kongsbókini, sum er tað elsta skrivliga tilfarið, sum er varðveitt í Føroyum.
Kongsbókin er ein lógbók, sum er samansett av tveimum skinnhandritum, har tað minna handritið inniheldur Seyðabrævið og tað størra ta norsku Landslógina, sum varð lógtikin á Gulatingi í 1274.
Kongsbókin hoyrdi til løgmansembætið í Føroyum, og í henni fáa vit upplýsingar um rættarskipan og tingskipan føroyinga í há- og seinmiðøld. Lóggávan í bókini hevur evnað føroyska mentan heilt fram til okkara dagar. Kongsbókin er tí føroyskur mentanararvur og ein hin dýrmætasti fornluturin, sum vit eiga.
Í Kongsbókini finnast reglur og hugsjónir, sum løgdu lunnar undir tað føroyska samfelagið og hava ávirkað føroyska mentan síðan hámiðøld.
Í bókini standa lógirnar, sum innførdu kongliga stýrisskipan í Føroyum. Stundum hava løgmenn og skrivarar í seinmiðøld niðurskrivað sumt av tí, sum fór fram á løgtingi, m.a. tær fyrstu lógarsamtyktirnar hjá løgtinginum í 14. øld.
Kristinrætturin úr lógbókini, sum Føroya biskupur hevði um hendur, er eisini tikin við í útgávuna. Biskupur umsat kristinrættin, sum skipaði, hvussu kristindómur skuldi haldast í tí dagliga.
Andras Mortensen, lektari í søgu á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað søguligan inngang, umsett úr handskrift og týtt.
Bókin hevur heilsíðumyndir av øllum síðunum í Kongsbókini við teksti úr upprunahandritinum og í nútíðar týðing. Bókin er í stórum broti, 416 síður og í bókarkasettu. Bókin er til tey, sum hava áhuga fyri føroyskari søgu, lóg og mentan eins og máli og listarligari handskrift.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2023
Svenska fyritøkan Minesto ger nú klárt til at seta risastóra sjóvarfalsdrekan Dragon 12 í framleiðslu
Nú um dagarnar kom stóri nýggi sjóvarfalsdrekin Dragon 12 á Vestmanna, har hann nú verður gjørdur klárur til at seta út í Vestmannasund. Haraftat skal gerast arbeiði á staðnum, har drekin um stutta tíð kann fara undir at framleiða streym inn á netið hjá SEV.
Drekin, sum kemur úr Gøteborg í Svøríki, er enn eitt týðandi stig í samstarvinum millum Minesto og SEV. Hann er munandi størri enn verandi drekin Dragon 4 og skal kunna framleiða 1,2 MW. Dragon 4 framleiðir 100kW.
Tað var í 2020, at Minesto sum tann fyrsta fyritøkan í heiminum fór undir at framleiða el inn á eitt net á landi. Fyritøkan vónar, at hon við samstarvinum við SEV kann nøkta 40 prosent av samlaða elorkutørvinum í Føroyum.
Verkætlanin fevnir so eisini um at útbyggja sjóvarfalsorkuna fleiri staðni kring Føroyar og ein tann størsta er sett til at verða í Hestfirði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2023
Krevur 2,1 milliónir dollarar í endurgjaldi fyri mótmælistiltakið, har fólk frá Greenpeace ólógliga og uttan at taka hædd fyri trygdini, tóku seg umborð á ein boripall á opnum havi
Vanliga eru tað umhvørvisfeløg, sum fara í rættin fyri at steðga oljuvirksemi. Hesaferð er tað beint øvugt. Nú er eitt oljufelag farið í rættin við einum av mest týðandi umhvørvisfeløgunum í heiminum, Greenpeace.
Í samfullar 13 dagar settu fólk frá Greanpeace lívið hjá mongum fólkum í vanda, tá tey tóku seg upp á ein boripall á opnum havi. Hann var ávegis úr Kina til Noregs, har hann skuldi gerast klárur til at fara út á Penguin oljuleiðina í Norðsjónum. Orkufelagið Shell átti pallin, sum varð við at vera fluttur við skipi. Shell sigur, at lív vóru í vanda, tá umhvørvisfólkini tóku seg uppá pallin. Eisini hevði tað við sær, at mong viðurskifti máttu broytast, nú skip og pallur vórðu órógvað av umhvørvisfólkunum.
Nú krevur Shell, at Greenpeace rindar felagnum góðar 2 milliónir dollarar í endurgjaldi fyri at hava gjørt seg inn á trygdina á einum av arbeiðsøkjunum hjá felagnum.
Greenpeace sigur í einum svari, at oljurisin tekur hetta stigið fyri at køva og steðga týðandi arbeiðinum hjá felagnum, sum er at verja umhvørvið og veðurlagið. Felagið vísir á, at stóra upphæddin, sum felagsskapurin verður saksøktur at gjalda, er tann hægsta í 50 ára søguni hjá Greenpeace. Og harvið størsta hóttanin móti felagsskapinum. Aftrat hesum endurgjaldskravi umhugsa fyritøkurnar, sum stóðu fyri flutninginum av pallinum, eisini at saksøkja Greenpeace, og tá er talan um enn størri upphæddir.
Shell sigur við Financial Times, at fyritøkan virðir rættin til at mótmæla, men tá má tað verða gjørt trygt og innan lógarinnar mark. Greenpeace vísir annars til dóm í Hálandi, har Shell varð álagt á minka um síni útlát við 45% innan 2030. Shell hevur skotið tann dómin inn fyri hægri rætt. Felagið vísir á, at tað hevur minkað um oljuframleiðsluna við 20% síðani 2019 og er farið at gera íløgur i orkuframleiðslu, sum hevur nógv minni útlát.
Keldur: Energy Voice, NRK
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2023
Nýggjur innanríkismálaráðharri verður James Cleverly, fyrrverandi uttanríkisráðharri, og fyrrverandi forsætisráðharrin, David Cameron, verður nýggjur uttanríkisráðharri
Bretski forsætisráðharrin, Rushi Sunak, hevur koyrt innanríkismálaráðharrin, Suella Braverman, frá. Tað boðaði bretska stjórnin frá mánadagin.
Braverman, sum í longri tíð hevur verið ein umstríddur konservativur politikari, hevur serliga verið fyri atfinningum fyri viðmerkingar sínar um mótmælisfólk, sum hava víst samhuga við palestinar.
Í grein, sum varð útgivin av The Times í farnu viku, fanst hon m.a. at mótmælisfólkunum, og av handfaringini hjá løgregluni av mótmælunum. Greinin varð ikki góðkend av stjórnini, skrivar Ritzau.
James Cleverly, uttanríkisráðharri yvirtekur sessin hjá Braverman, meðan fyrrverandi forsætisráðharrin, David Cameron verður nýggjur uttanríkisráðharri.
David Cameron, sum var forsætisráðharri í árunum 2010 til 2016, útskrivaði fólkaatkvøðuna um Brexit í 2016. Sjálvur mælti hann til, at bretar skuldu verða verandi í ES. Men meirilutin var fyri at fara úr ES, og stutt eftir, at úrslitið av fólkaatkvøðuni varð almannakunngjørt, legði hann frá sær sum forsætisráðharri.
David Cameron var í vikuni aftur at síggja uttan fyri fyrrverandi bústað sín í Downing Street 10 í London (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2023
Føroyar lótu ikki Noreg koma til nógvar stórar málmøguleikar í 2. hálvleiki, sum var betri enn fyrri. Føroyar skaptu tó lítið í 2-0 dystinum í Oslo
Norsku áskoðararnir vildu hava mál frá heimsstjørnuni Erling Braut Håland. Tað var týðiligt, og tað var eisini ógvuliga nær við heilt ímóti endaum, tá City-áleyparin kastaði seg fram til innlegg, men jústi ikki fekk beint bóltin í føroyska málið. Håland varð liggjandi við pínu, men kom tíbetur uppaftur. Hann spældi allan 2. hálvleik.
Føroyar vóru í stórum trupulleikum í byrjanini av dystinum í norska høvuðsstaðnum.
Ein frálík bjarging frá Bárði á Reynatrøð var ikki nóg mikið til at steðga Noregi at skora í fyrsta veruliga álopinum í Oslo. Hornasparkið varð tikið stutt, eyðsýndi Oscar Bobb úr Manchester City snýtti Viljorm Davidsen við baklinjuna, og fann áleyparan Jørgen Strand Larsen í málteiginum.
Hetta er triðju ferð í trimum teimum seinastu dystum, at mótsstøðuliðið skorar innan fyri fimm minuttir í einum hálvleiki. Sum heild hava føroyingar eisini haltað nógv aftaná og ikki loyst fleiri verjustøður nóg væl.
Við bóltinum gekk tað sum heild illa í hond, tó at tað er eydnast at flyta bóltin runt nakrar ferðir. Tað eydnaðist ikki at fáa nakað skot á mál í fyrra hálvleiki, men ein góð støða var, har Gunnar Vatnhamar var nær við at fáa frían stútara eftir frálíkt frísparksinnlegg frá Brandi Hendriksson.
Hetta var eftir, at Bobb hevði økt. Kviki vongurin fekk fatur á bóltinum beint uttanfyri føroyska brotssteigin. Eingin kom ordiliga væl til hann, og skotið av brotsteigarmarkinum var sera gott: Tað fór inn umvegis stólpan. 2-0 í hálvleikinum.
Noreg hevði ikki nakað skot á føroyska málið eftir steðgin. Eftir tungt trýst fyrstu løtuna mentist føroyska liðið, sum eisini var nógv við undirlutan fyri steðgin.
Samlaða verjuspælið var betri, og tað eydnaðist heilt væl at fáa René Shaki Joensen inn á sentrala miðvøllin, og eisini at koyra Gunnar Vatnhamar aftur í verjuna. Jákup Biskopstø Andreasen og Jóannes Bjartalíð gjørdu eisini mun, og Petur Knudsen kom heilt væl frá tí sum einsamallur fremsti maður.
Mynd: Sverri Egholm
Erling Håland kom á vøllin til 2. hálvleik - stjørnuáleyparin fekk tó einki mál (Mynd: Sverri Egholm)
Petur hevði góða skotstøðu seint í dystinum, tá Shaki eisini rakti stongina úr spískum eftir gott álop. Jalig tekin, men Noreg var eisini farið nakað niður í ferð, og tað sá út sum tað, sum tað var: Ein venjingardystur.
Ymiskt gott er at taka við, men byrjanin uppá dystin og dystarmyndin fyrstu 55 minuttirnar var ikki ikki nóg góð í føroyskum eygum.
Næsta uppgáva er í Albania mánakvøldið. Talan er um seinasta dystin í EM-undankappingini.
Venjingardystur
Ullevaal, hósdagin 16. november
Noreg - Føroyar 2-0 (2-0)
03' Jørgen Strand Larsen 1-0
24' Oscar Bobb 2-0
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jóannes Kalsø Danielsen (80' Hanus Sørensen), Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Hørður Askham (61' Jákup B. Andreasen), Viljormur Davidsen (L) - Andrass Johansen (46' Jóannes Bjartalið), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen (46' René Shaki Joensen), Sølvi Vatnhamar (72' Mads Boe Mikkelsen) - Jóan Símun Edmundsson (61' Petur Knudsen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2023
Landsliðsmiðvallarin varð ikki bert valdur til besta spælara hjá Fredrikstad, men kom eisini á ársins lið og varð kosin sum ársins keyp besti spælari yvirhøvur í OBOS-deildini
Fredrikstad hevur havt eitt frálíkt kappingarár. Føroyingafelagið vann næstbestu norsku deildina rímiliga trygt, og við Mikkjali Thomassen á odda skal felagið spæla í fremstu røð fyri fyrstu ferð síðani 2012.
Tveir føroyskir spælarar hava eisini gjørt mun á vøllinum. Brandur Hendriksson Olsen er komin fyri seg seinastu mánaðirnar, og skálvíkingurin skoraði, tá Fredrikstad tryggjaði sær 1. plássið.
Jóannes Bjartalíð hevur helst verið mest umráðandi spælarin hjá liðnum - í øllum førum í álopspartinum. Ellivu mál og sjey upplegg gevur samanlagt eitt tal av málstigum, sum er millum trý tey hægstu í Eliteseriuni, og toppskjúttin hjá Fredrikstad varð valdur sum ársins spælari í felagnum.
Føroyingurin var tann mest fagnaði spælarin í Fredrikstad sunnudagin (Mynd: Fredrikstad)
27-ára gamli klaksvíkingurin fekk eisini uppaftur størri heiður, í samband við gullveitsluna í Fredrikstad sunnudagin. Í síðstu viku varð hann kosin besti spælari í OBOS-deildini fyri oktober, og sunnudagin fekk Jóannes Bjartalíð almennnan heiður sum besti spælari fyri alt árið í deildini.
Hetta er ógvuliga flott av klaksvíkinginum, ið eisini var valdur sum ársins keyp á ársins OBOS-liðið hjá serfrøðingunum.
- Årets spiller og årets signering. Landslagsspilleren fra Færøyene har skutt FFK tilbake til Eliteserien.
Jóannes Bjartalíð varð valdur sum ársins spælari í Betrideildini í 2019.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2023
37-ára gamli leirvíkingurin gjørdist aftur toppskjútti í Betrideildini og spælir í Víkingi í øllum førum til og við 2025
Stutt fyri kappingarenda longdi Víkingur samstarvið við dugnaliga høvuðsvenjaran Jóhan Petur Poulsen, og stutt eftir kappingarenda hava bæði Geza David Turi og Olaf Bárðarson eisini skrivað undir nýggjan sáttmála - tveir ungir evnaríkir spælarar sum stórur áhugi hevur verið fyri.
Nú hevur ein av royndu og ógvuliga virðsmiklu spælarunum fyri Víking eisini gjørt nýggjan sáttmála við felagið. Tað boðaði Víkingur frá í vikuni.
- Týdningurin av einum leikara sum Sølva er trupul at seta orð á. Ein leiðari, sum gongur á odda og sum vísir veg fyri okkara ungu leikarum, og so er hann eisini sera trúfastur. Sølvi hevur einans umboða LÍF og Víking, hóast nógv tilboð aðrastaðni frá. Ein stór fyrimynd fyri okkara ungu leikarar, skrivar Víkingur.
Sølvi Vatnhamar og Geza Turi hava skrivað undir nýggjan sáttmála (Mynd: Sverri Egholm)
Sølvi Vatnhamar er júst vorðin toppskjútti í Betrideildini annað árið á rað, og liðið hevur fingið sivurkrónurnar annað árið á rað. Serliga hevur seinna hálva eydnast heilt væl hjá Sølva og Víkingi. Liðið hevur vunnið allar dystirnar eftir summarsteðgin og skal næsta ár royna at byggja uppaftur meira uppá. Tað verður eisini við álopskenda landsliðsmiðvallaranum, sum hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála
- Tað sigst at Sølvi eldist sum vín, so hóast hann er 37 ára gamal, so ivast vit ikki í, at hann hevur nógv afturat at geva okkara felagið, skrivar Víkingur á síðu sínari.
Sølvi Vatnhamar hevur spælt yvir 450 dystir fyri Víking. Hann hevur vunnið Løgmanssteypið seks ferðir og Betrideildina tvær ferðir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2023
Sandoyingurin hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við føroyameistararnar. Sentrali miðvallarin verður nýggi spælari nummar tvey hjá KÍ í 2024
KÍ kunngjørdi í vikuni ein nýggjan spælara. Talan er um eitt skifti, ið hevur ligið í luftuni í eina tíð.
- Tað er við gleði, at vit í kvøld kunngera, at Dan í Soylu verður ein partur av KÍ hópinum tvey tey næstu árini. Vit hava skrivað sáttmála við 27 ára gamla íðna heimasandsmannin. Dan byrjar longu at venja á Djúpumýru komandi mánakvøld.
Soleiðis skrivaði Klaksvíkar Ítróttarfelag á heimasíðu sínari mikukvøldið.
Dan í Soylu hevur spælt yvir 200 dystir í Betrideildini. Teir flestu við HB, sum hann hevur spælt við síðani 2018. Dan hevur eisini umboðað barndómsfelagið B71, AB og EB/Streym.
Dan í Soylu hevur spælt við HB seinastu seks kappingarárið (Mynd: Sverri Egholm)
Við HB hevur tekniskt sterki miðvallarin vunnið tvey føroyameistaraheiti og kappingina um Løgmanssteypið tríggjar ferðir. Dan er skrásettur fyri tríggjar A-landsdystir. Tó ikki nakran undankappingardyst.
KÍ hevur fyrr í mánaðinum gjørt sáttmála við málverjan hjá 07 Vestur, Ara í Haraldsstovu Petersen. Ungi sørvingurin og sandingurin hava tó ikki loyvi at spæla við í teimum báðum seinastu Conference League-dystunum hjá KÍ í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2023
HB kunngjørdi í vikuni sín fyrsta styrk til 2024. 23-ára gamla hoyvíkingurin kann gera stóran mun á miðvøllinum. Talan er um ein eitt-árs sáttmála
HB kunngjørdi mikukvøldið sín fyrsta nýggja spælara til næsta kappingarár, og tað kann vísa seg at vera ein stórur styrkur.
Magnus Holm Jacobsen hevur til tíðir seinastu árini staðið sum ein av teimum sterkastu sentralu miðvallarunum í føroysku kappingunum. Tað tykist eisini, sum hann hevur lyft sítt stig til evropeiskar dystir hjá B36 og á U21-landsliðnum.
Teknisku førleikarnar og spælskil eru eyðsæð, og so er Magnus harður. Síðsta vetur endaði samstarvið millum miðvallaran og B36, sum hevði vart í átta ár - tað var ikki av fótbóltsorsøkum.
Hann gjørdi stóran mun fyri 07 Vestur í fyrru hálvu í ár, síðani kom ein heldur løgin flytingarsøga um skiftið til Polands, ið ikki var "lógligt". Tað bleiv ikki til nakað, og í seinnu hálvu hevur Magnus valt ikki at spælt nakrar dystir, og síðani hevur 23-ára gamli havnarmaðurin verið darvaður av skaða.
Nú er tíðin í Vágunum av, og Magnus Holm Jacobsen vendir aftur til høvuðsstaðin at hava heimavøll. Nú fer hann í reytt og svart.
HB er barndómsfelagið hjá Magnusi, og sama kvøldið sum skiftið hjá Dan í Soylu til KÍ er kunngjørt, skrivar HB á Facebook-síðu sínari, at Magnus Holm Jacobsen vendir heimaftur.
Talan er um eitt-árs sáttmála, upplýsir HB. Magnus hevur spælt næstan 150 dystir á hægsta stigi í Føroyum og 17 evropeiskar dystir. Hann hevur spælt ein A-landsdyst.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2023
Málverji verður heintaður í B68
Skála ÍF kunngjørdi í vikuni at komandi kappingarár verður Ragnar Lindholm fastur parturin av hópinum í Betri deildini.
Fyrsta dystin í ár vardi Ragnar málið hjá Skála ÍF í samband við at felagið manglaði ein málmann. Í samband við fyrireikingar til næsta ár, er tó greitt, at hann nú verður ein fastur partur av málmanstoyminum.
Ragnar er 30 ára gamal, málverji og hevur royndir frá bæði bestu og næstbestu deildini við B68.
- Vit fegnast um at hava Ragnar við okkum og ynskja honum vælkomnum til felagið, sigur Jóannes A. Prestá, formaður.
Umframt ein dyst sum leigusveinur við Skála, hevur Ragnar Lindholm spælt 23 dystir í ár, allir á næstbesta liðnum hjá B68
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2023
17-ára gamla Jóhanna Fossdalsá Sørensen kom á vøllin, tá eitt korter var eftir í Paris. Stór løta hjá ungu hoyvíkskvinnuni og BK Häcken vann óvæntað 2-1
Sum heilt ung spældi hon við HB, áðrenn leiðin gekk til Danmarkar at royna seg - saman við beiggjanum Heina Fossdalsá Sørensen. Hon vísti eisini skjótt stórt hegni. So mikið nógv at DBU vildi hava hana á donsku ungdómslandsliðini.
Jóhanna Fossdalsá Sørensen hevur seinastu árini spælt við U16- U17- og U19-landsliðunum hjá Danmark, og verið ein umráðandi spælari har. Hon breyt eisini ígjøgnum í bestu deildini við FC Nordsjælland í fjør, og í summar skifti Jóhanna til svenska felagið BK Häcken.
17-ára gamla gávaða hoyvíksgentan hevur spælt nakrar dystir í Damallsvenskan, har felagið frá Göteborg endaði við silvurkrónunum. Hammarby hevði betri málúrttøku.
Liðið er eisini í Champions League, og í síðsta mánaði spældi svenska liðið seg í bólkaspælið við samanløgdum sigri á niðurlendska Twente. Jóhanna Sørensen var í hópinum til báðar dystirnar, men kom ikki á vøllin - tað gjørdi hon mikukvøldið.
BK Häcken spældi í Paris í fyrsta bólkaspælsdystinum. Útiliðið gjørdi bart og vann óvæntað. Paris FC minkaði um munin til 2-1 í 59. minutti, og eitt korter seinni varð Jóhanna skift inn. Harvið gjørdist hon søgulig, tí hon er fyrsti føroyingurin, sum hevur spælt í einum Champions League-bólkaspæli í fótbólti. Hetta er hægsta kappingin fyri feløg hjá UEFA.
Tað eydnaðist at halda fast í leiðsluni. Svenska felagið spælir longu aftur í næstu viku. Tá vitjar Real Madrid á Bravida Arena, har KÍ sló mansliðið hjá Häcken út úr Champions League í summar.
Eitt annað stórlið er í bólkinum: Enska meistaraliðið Chelsea. Harvið kann Jóhanna Fossdalsá Sørensen, sum fyllur 18 ár síðst í mánaðinum, av álvara sleppa at royna seg næstu tíðina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2023
Smeitur fyri landsliðið at liðskiparin ikki kann spæla tveir teir seinastu dystirnar í hesari Nations League-kappingini. Margit Magnusdóttir er nýggj í hópinum
Signe Pries Andersen hevur úttikið 20 spælarar til UEFA Nations League dystirnar móti Montenegro og Aserbadjan, sum vera á útivølli tíðliga í desember.
Talan er um teir báðar síðstu dystirnar hjá Føroyum í hesari fyrstu UEFA Nations League hjá kvinnum. Útidystirnir móti Montenegro og Aserbadjan eru á skránni ávikavist 1. og 5. desembur. Við teimum verður síðsta punktum fyri føroyska landsliðsárinum 2023 eisini sett.
Venjarin hevur nú sett navn á tær 20, ið eru boðsendar til ársins síðstu landsliðsuppgávur. Ein broyting er gjørd í hópinum í mun til seinast.
- Av persónligum orsøkum er liðskiparin, Ásla Johannesen, ikki tøk hesaferð, og í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Margit Magnusdóttir úr 07 Vestur.
Sanna Svarvadal er framvegis úti við skaða.
Føroyar hava tapt allar sínar fýra dystir í Nations higartil - allar við einum máli.
Hópurin
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, FC Thy Thisted Q (Danmark)
Mona Rasmusdóttir, FC Thy Thisted Q (Danmark)
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Ása Stórá Carlsen, HB Tórshavn
Fridrikka Maria Clementsen, HB Tórshavn
Sunneva Willemoes, HB Tórshavn
Margit Magnusdóttir, 07 Vestur
Maria Vinjardsdóttir Johansen, KÍ Klaksvík
Rebekka Benbakoura, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Malena Olsen, KÍ Klaksvík
Sara Samson Lamhauge, NSÍ Runavík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Margunn Lindholm, NSÍ Runavík
Margit Magnusdóttir úr 07 Vestur, ið higartil er skrásett fyri tveir A-landsdystir, er úttikin til UEFA Nations League dystirnar móti Montenegro og Aserbadjan - (Mynd: Bjarni Enghamar)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2023
17 ára gamla Lisa Haraldsen skiftir barndómsfelagið 07 Vestur út við HB
17-ára gamla Lisa Haraldsen úr Sørvági spælir næsta kappingarár við HB.
Álopssinaði leikarin hevur leikt øll síni barnaár við 07 Vestur, og er eisini skrásett fyri 48 dystir og 12 mál har vesturi.
Lisa Haraldsen hevur umboðað Føroyar á øllum ungdómslandsliðunum, og eisini har hevur Lisa skorað fleiri mál. Hon er serliga kend fyri sítt máltev og sanniliga eisini sína sera stóru arbeiðsorku.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2023
Talan er um eina sovnenvda krabbabók, sum eitur " Kular og knáar KÍ-kvinnur". Páll Holm Johannesen hevur skrivað bókina, og hon verður løgd fram í KÍ-høllini 22. november
- Síðani 2000 hava tær bláu úr Klaksvík verið einaráðandi í bestu kvinnudeildini, og í ár er einki undantak. Fleiri enn 20 ferðir hava tær staðið ovast á pallinum og tikið ímóti føroyameistarasteypinum – uttan at missa eitt einasta stig. Men hvussu ber tað til, at KÍ-kvinnurnar koma í metbókina hjá Guinness og fáa so góð úrslit ár eftir ár? Svarið er einfalt: tær eru dugnaligir spælarar hvør sær og saman. Góða samanhaldið gevur teimum ein sterkan vilja at vinna hvønn dyst og at stríðast til síðst bríksl.
Soleiðis ljóðar inngangurin, nú ein bók um serstaka kvinnuliðið í Klaksvík er skrivað. Tað er Páll Holm Johannesen, ið er høvundur. Nógvar myndir frá árunum eru eisini í. Kular og knáar KÍ-kvinnur er ein sonevnd krabbabók, og tað eru Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám, sum geva út.
Mikudagin í komandi viku verður bókin løgd fram í KÍ-høllini í Klaksvík. Solby Christiansdóttir fer at tosa við rithøvundin og leikarar á KÍ-liðnum gjøgnum árini, eins eitt tónleikainnslag eru á skránni, skriva KÍ og Bókadeildin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2023
Eitt mál tíðiliga í fyrra hálvleiki og eitt mál tíðliga í seinna hálvleiki - bæði eftir greið føroysk mistøk - gjørdu tað tungt. Tað endaði 3-0, og nú er vetrarfrí
U21-landsliðið hjá Føroyum spældi hósdagin í Grikkalandi. Talan varð um størsta ósigurin hjá Føroyum í hesari undankappingini.
Favorittarnir løgdu bragdliga fyri. Í 5, minutti mistu Føroyar bóltin mitt á egnari hálvu, ein renning millum høgra vongbakk og høgra miðverja varð ikki fylgd, og skotið fór ímillum beinini á Ara í Haraldsstovu Petersen.
Sørvingurin kundi vart fyri hesum, men Christos Tzolis var ógvuliga fríur. Tað næsta noyðist nýggi KÍ-málverjin sjálvur at taka á sín kappa. Hetta var eftir fimm minuttir í 2. hálvleiki. Innlegg kom úr høgru, Ari megnaði ikki at halda bóltinum, ið datt niður til grikska áleyparin, sum ótarnaður kundi beina bóltin í føroyska málið.
2-0 og tyngri mótbrekka stutt eftir steðgin. Í 57. minutti stongi Tzolis dystinum við sínum seinna máli. Talan var um gott mótálop hjá Grikkalandi, ið harvið fekk trý mál og trý stig.
Føroyska liðið var annars komið seg rímiliga væl eftir skelkin tíðliga í dystinum. Ari hevði havt tvær góðar bjargingar, men annars kom heimaliðið ikki til so nógv. Føroyar høvdu nakrar góðar støður. Millum annað skuldi Áki Samuelsen fingið meira burturúr seint í fyrra hálvleiki, og Noah Mneney hevði stútara, sum fór beint uppum, seint í dystinum.
Tað eydnaðist tó ongantíð at svara aftur, og liðið hjá Eyðuni Klakstein fór av vøllinum uttan at skora fyri fyrstu ferð í undankappingini. Móti endanum vóru okkara í yvirtali, eftir at grikki hevði fingið beinleiðis reytt kort í støðu við Aron Jarnskor Ellingsgaard.
Nú er EM-undankappingin komin í helvt, og vetrarfrí er hjá føroyska U21-liðnum. Næsta uppgáva er í Portugal 20. mars 2024.
U21 undankapping til EM 2025 - bólkur G, 5. umfar
Tripolis, hósdagin 16. november
Grikkaland - Føroyar 3-0 (2-0)
05' Christos Tzolis 1-0
51' Georgios Koutsias 2-0
57' Nikolaos Zouglis 3-0
Reytt kort: Georgios Koutsias (80')
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldsstovu Petersen - Signar á Brúnni (46' Martin Agnarsson), Áki Johannesen (87' Poul Kallsberg), Børge Petersen, Elias Rusborg, Ási Dam - Áki Samuelsen (63' Heini F. Sørensen), Noah Hans Mneney, Gullbrandur Øregaard (75' Aron Jarnskor Ellingsgaard), Olaf Bárðarson - Jørgen Nielsen (63' Gutti Dahl-Olsen)
Støðan í bólkinum:
1. Portugal 12 stig (4 dystir)
2. Grikkaland 8 stig (5 dystir)
3. Kroatia 7 stig (3 dystir)
4. Føroyar 7 stig (5 dystir)
5. Andorra 3 stig (6 dystir)
6. Hvítarussland 3 stig (7 dystir)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2023
Føroyar endaðu aftast við ongum stigi í EM-undankappingingini í Kroatia. Mótstøðulondini vóru England, Kroatia og Kosovo
Føroyska U17-landsliðið við dreingjum kom í rættuligt ódnarveður nærum beinanvegin í EM-undankappingini, sum herfyri var í Kroatia.
Kappingin byrjaði við einum avsmurningi móti Englandi, sum vann 8-0, og síðani tapti føroyska liðið 6-0 fyri kroatisku vertunum.
– Vit fara altíð á vøllin fyri at vinna – sjálvandi gera vit tað – men vit mugu eisini ásanna, at hetta var sterk mótstøða, ið vit møttu. Men tá tað er sagt, so ræður fyrst og fremst um at menna hesar dreingirnar, og tí hevur úrslitið ikki alt at siga, sjálvt um tað altíð er tungt at tapa.
Tað sigur venjarin hjá U17-dreingjunum, Fróði Benjaminsen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Í triðja dystinum í kappingini taptu Føroyar 3-1 fyri Kosovo. Føroyski málskjúttin var Aron Benjaminsen, ið javnaði til 1-1 í yvirtíðini av fyrra hálvleiki. Nú væntaðu tey flestu, at liðini fóru at hvíla seg við hvør sínum máli, men áðrenn dómarin floytaði av, eydnaðist Kosovo at leggja seg á odda 2-1.
England endaði fremst í bólkinum við 9 stigum, Kroatia fekk 6 stig, Kosovo fekk 3, men Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. november 2023
Elias á Skipagøtu og hinir í THW Kiel vóru hóskvøldið fyri stórtapi í Champions League bólkaspælinum
Aalborg Håndbold setti Elias og teir so dyggiliga uppá pláss í Kiel hóskvøldið.
Liðini brustu saman í Champions League-dysti, og tað var lítið sum riggaði hjá heimaliðnum.
Í Aalborg-málinum var tað danski landsliðsmálverjin Niklas Landin, sum ferð eftir ferð bjargaði, og í steðginum var 11-6 til útliðið.
Kiel hevði mist vónina í seinna hálvleiki, og tað gjørdist eitt veruligt skrædl, sum endaði 27-18 til Aalborg Håndbold.
Føroyski spælskiparin hjá Kiel, Elias Ellefsen á Skipagøtu, fekk nærum onga spælitíð. Hann brendi tey trý skotini, hann hevði upp á mál.
Elias Ellefsen á Skipagøtu (Savnsmynd)
THW Kiel er framvegis fremst í bólkaspælinum og hevur tíggju stig eftir sjey dystir. Aalborg Håndbold hevur nú níggju stig.
Liðini hittast longu aftur 22. november.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. november 2023
18-ára gamli hoyvíkingurin gjørdist javnsettur toppskjútti við níggju málum, tá svenska liðið sendi ta sveisika heim við stórtapi. Tað gongst eisini væl hjá Hákuni og Füche í Evropa
Triðja umfar í bólkaspælinum í European League í hondbólti hjá monnum var á skránni í vikuni, og tveir føroyingar vóru í dysti. Talan er um hoyvíkingarnar Hákun West av Teigum og Óla Mittún, ið báðir vóru á heimavølli. Teir vera profilar hjá Føroyum til EM-endaspælið í Týsklandi um tveir mánaðir, og tað gongst væl hjá teimum í evropeisku kappingini.
IK Sävehof og Fücshe Berlin hava framvegis fult stigatal í næststerkastu evropeisku kappingini. Svenska liðið vann við 21 málum á Pfadi Winterthur, meðan Fücshe skuldi stríðast meira fyri tí, tá Dinamo Bucaresti vitjaði í Berlin. Har endaði tað 33-30.
Fücshe spældi fýra dystir í Saudiaurabia í síðstu viku, har sonevnda Super Globe var á skránni. Hákun spældi sum so ikki nakran leiklut í finaluvikuskiftinum, har tað fyrst eydnaðist at vinna á Barcelona í hálvfinaluni, men har Magdeburg síðani var omaná í finaluni.
Týskvøldið spældi Hákun tó ein hálvleik, og hann var tryggur av høgra vongi. 21-ára gamli hoyvíkingurin skoraði uppá øll síni trý skot í trý-máls sigrinum.
Hákun West av Teigum gjørdi mun fyri týska stórfelagið í umráðandi evropeiska sigrinum í gjár - her í U21 HM-dysti í Magdeburg (Mynd: Sverri Egholm)
Í Svøríki var Óli Mittún stórspælandi. Teir hjá IK Sävehof vóru ikki gestablíðir við sponsku verjulegenduna Viran Morros og hinar á mótsstøðuliðnum. Heimaliðið skoraði heili 41 ferðir. Óli stóð sjálvur fyri níggju av málunum, og gav verjuni nógv høvuðbrýggj.
Sävehof er oddalið í bólkinum, og á veg víðari í European League eisini. Eins og hjá Fücshe Berlin hevur tað verið full úrtøka fyri trý umfør. Trý umfør resta í - í komandi viku er talan um útidystir móti somu mótsstøðuliðum sum hesa vikuna. Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. november 2023
Dystirnir móti SSV Brixen úr Italia verða leiktir í Vestmanna 2. desember og 3. desember. Vestmenningar hava fingið undantaksloyvi
Nú er greitt, at VÍF fer at hýsa báðum dystunum móti SSV Brixen úr Italia í triðja umfari í European Cup. Dystirnir verða spældir leygardagin 2. desember og sunnudagin 3. desember í ítróttahøllini í Vestmanna.
Tað eru 25 ár síðan, at VÍF seinast spældi ein evropeiskan dyst á heimavølli.
- Okkara viðhaldsfólk hava uppiborið at síggja sítt lið í slíkum dystum, serliga nú tað eru liðin so mong ár síðan seinast. Tí fóru vit í samráðingar við Brixen fyri at fáa báðar dystirnar, sigur Eyð Hansen, forkvinna í VÍF.
Tað var tó ikki bara sum at siga tað, hóast semja fekst við italska felagið, tí høllin í Vestmanna lýkur ikki krøvini hjá evropeiska hondbóltssambandinum. Men eftir drúgt samskifti við EHF, hevur høllin fingið undantaksloyvi til báðar dystirnar í hesum umfari.
Seinast VÍF spældi ein evropeiskan dyst á heimavølli var í september í 1998 móti Dicken úr Finnlandi. Tá tapti VÍF báðar dystirnar. Árið fyri, í 1997, spældi VÍF ímóti Dinamo Bukarest úr Rumenia og vann seinna dystin við einum máli, ið varð skorað í síðstu løtu.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. november 2023
Neistin tapti eisini seinna dystin í Lissabon í Europa Cup
Kvinnuliðið hjá Neistanum tapti báðar dystirnar móti portugisisku Sport Lisboa e Benfica í triðja umfari í Europa Cup.
Báðir dystirnir vórðu leiktir í Lissabon farna vikuskiftið. Fyrri dysturin varð leiktur leygardagin, og tá tapti Neistin við sjey málum, 34-27.
(Mynd: Sport Lisboa e Benfica)
Sunnudagin var aftur stórur munur, og neistakvinnur taptu við átta málum, 33-25. Støðan í hálvleikinum var 18-11 til portugisiska liðið.
Toppskjútti gjørdist Anna Sigrunardóttir Mikkelsen við sjey málum.
Samanlagt vann Benfica 67-52.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2023
Stjórin í Hondbóltssambandinum hevur sagt seg út starvinum
Hondbóltssambandið skal nú hava nýggjan stjóra. Tað er greitt eftir at Hans Jón Thomsen, sum hevur verið stjóri síðan 1. januar í ár, hevur boðað frá, at hann gevst.
- Hetta seinasta árið, ið eg havi sitið sum stjóri, hevur verið serstakliga spennandi og avbjóðandi. Menningin í føroyskum hondbólti gongur við rúkandi ferð, og havi eg saman við nógvum dugnaligum fólkum roynt at lofta hesari menning skipanarliga og umsitingarliga. Tó, eftir nógv ár í leiðslu, havi eg valt at gera aðrar raðfestingar, og nú felagsskapurin skal taka næstu tøkini, fari eg at geva stafettina víðari, sigur hann við heimasíðuna hjá HSF.
Hans Jón Thomsen heldur fram sum stjóri til eftir EM-endaspælið í januar ella til nýggjur stjóri er settur.
Í umsitingini hjá HSF starvast í dag, umframt stjóran, trý starvsfólk, sum taka sær av umsitingarliga, fíggjarliga, og ítróttarliga partinum í sambandinum.
Hans Jón Thomsen og hjálparvenjarin á A-landsliðsnum, Julian Johansen (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2023
Sunnudagin vitjar KÍF á Giljanesi, og vinnur Dráttur tann dystin, so verður Dráttur aftur fremst í deildin
Føroya Tele-deildin, kvinnur:
KÍF – Fleyr 0-3 (21-25, 18-25, 15-25)
Oddasessurin skiftir ofta í hesum døgum, og eftir at Dráttur vann oddasessin frá Fleyr sunnudagin, er Fleyr aftur ovast nú eftir sigur á KÍF mikukvøldið. Fleyr hevur tó leikt tveir dystir meira enn Dráttur.
Tað var tó ikki uttan svørðsslag, at Fleyr tók oddasessin, tí KÍF bardi væl frá sær í fyrsta setti og lá leingi á odda. Hóast Fleyr fór framum 13-10, eftir at Óluva Mohr mitt fyri hevði langað nakrar bóltar í gólvið, so kom KÍF afturíaftur eftir leikbrá, og vann fýra stig á rað, har Milja Silvansdóttir átti fleiri av vinnarasløgunum, og seinni fór KÍF eisini framum 20-18. Men so kom stígur í, og Fleyr vann næstu fimm stigini, og so var settið næstan tryggjað. Settbóltin bukdraði Hanna Andriasdóttir Olsen í gólvið.
Eftir hetta var eingin spenningur í dystinum. Frá 3-3 í øðrum setti legði Fleyr seg á odda 11-4, sum endaði 25-18. KÍF fylgdi heldur betur við í triðja setti og var bara aftanfyri 12-14, men eftir hetta vann KÍF bara trý stig aftrat, og Fleyr vann 25-15.
Sunnudagin vitjar KÍF á Giljanesi, og vinnur Dráttur tann dystin, so verður Dráttur aftur nr. 1 í deildini.
Støðan í Føroya Tele deildini er tann, at Fleyr hevur 13 stig framman fyri Drátti við 11 stigum. Síðan koma KÍF, TB og SÍ við 6 stigum, Mjølnir við 3 og Ternan við ongum stigi. Fleyr hevur spælt seks dystir, hini liðini hava spælt fýra.
Komandi dystur:
Sunnudagin 19. november kl. 14: Dráttur-KÍF á Giljanesi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2023
SÍ nú á øðrum plássi við sigri á Ternuni
Føroya Tele-deildin, menn:
Mjølnir – ÍF 3-1 (22-25, 25-21, 25-22 25-21)
Sunnudagin vann Mjølnir seg upp á fyrstaplássið í Føroya Tele-deildini við 3-2 sigri á SÍ, men longu mikukvøldið stóð oddasessurin upp á spæl aftur, tá ÍF vitjaði í Klaksvík.
Seinast, hesi bæði møttust, var fyri knøppum mánaði síðani, og tá vann ÍF 3-2.
ÍF legði eisini betri fyri hesa ferð, og fyrstu tvey stigini vórðu vunnin við hepnari netrullaraservu frá Oleksandr Dmytriiev og blokki frá Arthuri D. Poulsen. Mjølnir javnaði tó skjótt aftur, men fór ongantíð framum og seinastu ferð, liðini vóru jøvn, var tá tá Mateusz Pazgan javnaði til 13-13 við blokki, eftir at hann sjálvur hevði gjørt eina fína heving við fótinum fyrr í duellini. Næsta blokk tapti hann tó ímóti Filip Ilic, og tá eisini næsta smassj hjá Mjølni fór í netið og hin Ilic-tvíburin, Vuc, vann enn eitt stig fyri ÍF, so var ÍF frammanfyri 16-13. Mjølnir nærkaðist aftur, men við góðum blokkspæli fór ÍF framum 21-16, og so var settið komið undir land. Annan settbóltin vann Vuc Ilic við blokki eftir eitt forkølað og miseydnað lobb frá Mjølni.
ÍF helt á í øðrum setti, og legði seg á odda 7-4, men blokkurin við Thorvaldi Danielsen og Páll Heðini í Grund javnaði til 8-8, og so hevði Mjølnir hug at draga frá. ÍF gjørdi feilirnar sjálvt, og so var 12-8 til Mjølnir. ÍF javnaði aftur til 17-17 og 18-18, men hópin av feilum gav Mjølni lætt spæl, og brátt hevði Mjølnir settbólt við 24-19. Tann triði var gagnnýttur við smassji frá Mateusz Pazgan.
Í triðja setti legði heimaliðið seg skjótt á odda 10-5 og 18-13. Eitt vet av spenningi kom í, tá ÍF minkaði um munin niður í tvey stig, so støðan gjørdist 16-18, 19-21 og so 22-24, men Mjølnir gjørdi sær dælt av øðrum settbóltinum og vann 25-22.
Fjórða sett gjørdist ongantíð spennandi. Mjølnir legði seg á odda 9-3 og 17-10, og hóast ÍF minkaði um munin niður í trý stig, so støðan gjørdist 20-23, so var ongantíð ivi um at Mjølnir fór at vinna settið.
Sum heild hevði Mjølnir fleir streingir at spæla uppá, eisini hóast Stefan Rosenlund er skaddur. Hjá ÍF er stórur saknur í slagstyrkini hjá Vukasin Nedeljkovic, sum meiðslaði sær knæið tíðliga seinasta kappingarár. Í Fuglafirði verður vónað, at hann er mentur at leika aftur í januar ella februar.
Ternan – SÍ 0-3 (15-25, 13-25, 14-25)
Við sigri á Ternuni hevði SÍ møguleikan at leggja seg á odda í Føroya Tele-deildini, men tað hendi bert, um ÍF vann á Mjølni. Tað gjørdi ÍF sum kunnugt ikki, og tað merkir so, at SÍ legði seg á annaðplássið, eitt stig eftir Mjølnir og fýra framman fyri ÍF, sum tó hevur spælt ein dyst minni.
Annars var Ternan frammanfyri eina góða løtu í fyrsta setti, men tá SÍ javnaði til 8-8, gekk bara ein veg, og SÍ vann 25-15.
SÍ helt fram, har slept var í fyrsta setti, og tey bæði næstu vórðu vunnin 25-13 og 25-14.
Mjølnir liggur fremst í deildini við 12 stigum framman fyri SÍ, sum hevur 11 stig. Hesi liðini hava spælt fimm dystir. ÍF hevur sjey stig fyri fýra dystir, meðan Fleyr og Ternan hava spælt tríggjar dystir og hava onki stig fingið.
Komandi dystur:
Mánakvøldið 20. november kl. 19: Ternan-Fleyr á Toftum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2023
Asta Egilstoft Nielsen hevur um vikuskiftið luttikið til norðurlendska meistaraheitið fyri juniorar
Farna vikuskiftið luttók Asta Egilstoft Nielsen til tað norðurlendska meistaraheitið fyri juniorar.
Asta hevur vant fram ímóti hesi kappingini í gott eitt ár, og tað eydnaðist Astu at vinna seg í kappingina 27. juli í ár. Hon er fyrsta føroyska kvinnuliga umboðan til hesa kappingina, og fekk eitt flott fjórða pláss. Kappingin varð hildin í Rovaniemi í Finnlandi.
Asta lyftir í -59kg vektbólkinum. Hon lyfti heili 57 kilo í trekk og 71 kilo í vend og stoyt. Hetta gav henni eitt samlað úrslit á 128 kilo, og eitt sera flott fjórða pláss.
Venjarin hjá Astu, Pól Hendrikur Andreasen, fegnast um úrslitið. Eitt fjórða pláss til eina so stóra kapping, eftir bert at hava íðka vektlyfting í nærum tvey ár er sera flott. Afturat hesum prógvar hetta, at tað arbeiði, sum verður gjørt í Styrkifelagnum Stoyt, er á góðum og høgum støði.
Pól er vísur í, at tað vera fleiri, sum koma at fylgja sporinum hjá Astu. Norðurlendska meistaraheitið verður hildið í Keypmannahavn í næsta ár.
(Mynd: Stoyt)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. november 2023
Telvaði sín landsdyst nummar 300 fyri Føroyar í vikuni – enn er ikki staðfest um hetta er heimsmet
Talvdysturin mánadagin millum Føroyar og Norðurmakedonia á EM-stevnuni í Montenegro var serstakur hjá okkum, tí hetta var landsdystur nummar 300 hjá John Rødgaard fyri Føroyar.
Tað er heilt einastandandi. Spurningurin er, um hetta er met. Til annað er prógvað fara vit at siga, at hetta er heimsmet. Vit vita ikki um annan telvara, sum eigur so nógvar talvlandsdystir á baki.
Higartil hevur eingin eftirkannað og váttað, at talvið í gjár var effinett dystur nummar 300 hjá John á føroyska landsliðnum. Men John hevur sjálvur roknað og lagt saman. Og vit taka hann upp á orðið.
Remis móti Spasski í fyrsta landsdystinum
John hevur verið fastur fúsur til hvørja kapping, síðani hann byrjaði á føroyska landsliðnum fyri nærum fjøruti árum síðani. Hansara allarfyrsta talv fyri Føroyar man vera hitt kendasta av teimum øllum. 1. umfar á olympiaduni í Saloniki í 1984 móti Fraklandi – og fyrrverandi russiska heimsmeistaranum Boris Spasski á 1. borði.
Remis! Eitt vegamót í føroyskari talvsøgu.
John hevur telvað á øllum talvolympiadum síðani 1984 við undantaki av 1986 og 2020. Føroyar vóru ikki við í Dubai í 1986, og olympiadan í 2020 varð avlýst vegna korona.
John Rødgaard hevur verið við í ikki færri enn 18 talvolympiadum, trimum EM-stevnum, trimum 8-landakappingum og átta smálandakappingum. Harumframt eru vinardystir móti Íslandi. Man nakar fara at gera honum kynstrið eftir?
Hjartaliga tillukku John!
John Rødgaard er nú 68 ár, men still going strong. Stóra rutinan og teoretiski kunnleikin, og hansara tryggi, internationali stílur kemur framvegis væl við hjá føroyska landsliðnum.
Skrivað hevur: Súni Merkistein
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. november 2023
So eydnaðist tað endiliga at vinna í EM-kappingini í talvi
Føroyar vunnu mikukvøldið sín fyrsta dyst í stóru EM-stevnuni fyri talvlandslið í Montenegro. Og tað so ruddiliga eisini. 3½-½ vunnu Føroyar á Skotlandi. Vorðið sum, má sigast.
Úrslitið kundi tó lættliga verið eitt annað. Á 1.- og 3. borði breyt í bæði borð. Egilstoft-brøðurnir úr Sandavági vóru báðir í hørðum víggi, og leingi var fryktandi fyri, at tap var í hendi. Men er støðan í talvinum spent og taktiskt lødd sum í gjár, dusa vágamenninir sær fimir og ekkaleysir sum fiskurin í sjónum. Og endin var eisini tann, at báðir syftu sínar mótstøðumenn í dýrastu tíðarneyð og í ógreiðum støðum.
Skotski oddamaðurin fór øvugtur í eina einfalda fellu, sum Høgni legði fyri hann, og á triðja borði festi Rógvi í eitt litfagurt fýrverk, tá hann setti mótstøðumannin skák og mát úti á borðinum eftir at hava offrað bæði rók og riddara. Eitt sera flott offurálop – Rógva so líkt.
Høvdu vit, sum fylgdu við á netinum, ampa av Høgna og Rógva, tí tú visti ikki, hvønn veg tað mundi fara hjá teimum, so gav Martin Poulsen okkum afturímóti ein frið í sálina, tí hann vann sær tíðliga ein lítlan fyrimun, og stútt og stigvíst telvaði hann seg til sigurs uttan stórvegis hóvasták. John Rødgaard stóð eisini væl, eitt lítið vet høgligari, men endin var, at hann mátti sættast við remis.
5. umfar (15. november) EM í Budva (Montenegro)
Skotland - Føroyar ½ - 3½
1. IM Andrew Muir (2227) - Høgni Egilstoft Nielsen (2387) 0 – 1
2. Graham Morrison (2221) - Martin Poulsen (2291) 0 – 1
3. Martin Micthell (2186) - Rógvi Egilstoft (2254) 0 – 1
4. Jonathan Grant (2150) - IM John Rødgaard (2281) ½ - ½
Við sigrinum í dag togaðu Føroyar seg fram á 35. plássið. Vit hava Skotland, Finnland og ungdómslandsliðið hjá Montenegro aftan fyri okkum.
Oddastøðan eftir fimm umfør:
1. Týskland 9 (dystarstig)
2. Serbia 8
3. Rumenia 8
4. Holland 8
5. Ongland 8
Føroyska landsliðið tapti teir fýra fyrstu dystirnar á EM-stevnuni, harav tríggjar tepurt:
11. novembur: Føroyar - Grikkaland ½-3½
12. novembur: Føroyar - Sveis 1½-2½
13. novembur: Norðurkamedonia - Føroyar 2½-1½
14. novembur: Føroyar - Montenegro 1½-2½
Skrivað hevur: Súni Merkistein
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. november 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald