Fríggjadagur 24. november 2023 | Nr. 47 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 4
SíÐa 7
SíÐa 3
SíÐa 10
SíÐa 38
SíÐa 40
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
At føroyskur uttanríkispolitikkur framvegis er á grulvistøði, hava vit nevnt fyrr á hesum stað.
Í vikuni staðfesti fyrrverandi sambandsløgmaður og núverandi næstformaður í løgtingsins fíggjarnevnd í útvarpskjaki hetta við at siga, at vit framvegis eru í eini búningsprosess, tá tað snýr seg um at fóta sær sum uttanríkispolitiskur aktørur. Hetta var sagt í kjaki um hvussu løgtingsins fíggjarnevnd skal arbeiða, og um og hvussu nevndin skal kunnast um hvat, ið fyriferst á hesum øki.
Uttanríkispolitikkur hevur fylt nógv hesa seinastu tíðina. Meðan spurningurin um samstarv við Russland á fiskivinnuøkinum var upp á tað hægsta, fór uttanríkisráðharrin, ið eisini varðar av vinnumálum, til Kina til tess at finna samstarv og útflutningsmøguleikar í heimsins fólkaríkastu tjóð.
Hetta var beint eftir, at russiski forsetin hevði vitjað í landinum – sami Putin sum tey flestu vesturlendsku leiðarar, herundir okkara egni løgmaður, helst ikki vilja hava nakað við at gera.
Vit loyvdu okkum í oddagrein herfyri eisini at seta spurnartekn við, hvat vit vildu við slíkari vitjan í Kina. Ikki bara tí, at Kina ikki hevur somu fatan av mannarættindum og vit hava, men meira tí at tað ikki gevur meining at søkja økt samstarv við eitt land, sum liggur so fjart frá okkum sjálvum, tá vit hugsa um grønt umskifti og burðardyggleika, sum onnur vælviljað fólk í landsstýrinum stríðast fyri.
Kina er als ikki nøkur fyrimynd fyri okkum. Vit kunnu hyggja at, hvussu minnilutar verða viðfarnir, ikki minst í Tibet, men eisini sigst stórur vandi vera fyri, at okkurt álvarsligt kann henda mótvegis lýveldinum Teivan áðrenn vit vita av.
Og nú frættist so, at løgmaður var farin til India, eisini fyri at søkja vinnuligt samstarv. Enn einaferð, hví skal farast so langt fyri at søkja samstarv? Okkum nýtist ikki at fara so langt.
Um uttanríkis- og handilspolitikkur snúði seg um praktiskt og gagnligt samstarv, so leitaðu vit heldur eftir samstarvsfeløgum í okkara nærmastu grannalondum. Eisini tá um marknaðir ræður. So stórur aktørur eru vit ikki á heimsmarknaðinum, at okkum nýtast at fara til fólkaríkastu lond heimsins fyri at kunna uppnáa gagnligt samstarv.
Tá eru vit heldur ikki í vanda fyri so lætt at traðka við síðuna av á uttanríkis- og geopolitiska økinum.
India er ein av størstu avtakarunum av olju og øðrum brennievni frá Putin í Russlandi. Indisk oljureinsivirki arbeiða í døgndrift fyri at virka russiska olju til víðarisølu aðrastaðni.
Nú fær almenningurin ikki at vita, um løgmaður hevur spurt seg fyri í løgtingsins uttanlandsnevnd undan ferðini til India. Men tað hevði verið áhugavert, um hann varð spurdur um indiska tilknýtið til russisku oljuna, áðrenn farið varð avstað.
Ella visti føroyska uttanríkistænastan ikki av, at indiska samstarvið er beinleiðis í andsøgn við tað, sum løgmaður annars hevur sagt seg standa fyri á uttanríkispolitiska økinum?
17 listaverk hjá kenda listamanninum Sámal Joensen-Mikines verða latin Listasavninum frá Birte Schultz-Lorentzen, privatum eigara í Danmark
Tað er við stórari gleði, at Listasavn Føroya kann kunngera, at Listasavnið hevur móttikið eina søguliga gávu við Mikines-verkum. Listasavnið hevur fingið ikki færri enn 17 listaverk eftir føroyska listamannin Sámal Joensen-Mikines (1906-1979).
Verkini telja alt frá størri og smærri oljumálningum, grafikki, skitsum og akvarellum. Har ímillum eru vøkur høvuðsverk. Motivini variera millum føroysk og donsk landslagsmotiv, gransking av havinum, býarmyndir og harafturat kafémyndir.
Í desember 2021 tók Listasavn Føroya ímóti átta Mikines-málningum frá einum privatum eigara í Danmark, sum tá læt gávuna dulnevnt. Talan er um sama eigaran, sum nú gevur enn eina stóra gávu av verkum eftir Mikines. Vit eru fegin um at kunna fortelja, at gávugevarin er Birte Schultz-Lorentzen.
Birte Schultz-Lorentzen var gift føroyskum manni, og livdi í næstan 50 ár saman við Joanesi Torkil Mortensen í Nærum norðan fyri Keypmannahavn. Torkil var føddur og uppvaksin í Føroyum, men fór til Danmarkar sum 16 ára gamal. Parið hevði tokka til myndlist og tónleik. Serliga var tað list eftir føroyska listamannin Sámal Joensen- Mikines, ið vakti stóran áhuga. Saman keyptu tey fleiri verk til heimið beinleiðis frá listamanninum Mikines. Næstan 40 Mikines-verk keyptu tey yvir árini – til eina listasamling, ið samlað taldi yvir hundrað myndir.
Í 1992 skipaði Birte fyri eini retrospektivari Mikines-framsýning í Den Frie Udstillingsbygningi í Keypmannahavn, og Mikines-verkini eru í fleiri førum lænt út til framsýningar; seinast í 2021 á Mikines-framsýningini á Johannes Larsen Museuminum í Kerteminde. Birte og Torkil vóru haraftrat við, tá Listasavn Føroya bleiv vígt í 1993, og tey høvdu ein virknan leiklut í minningarhaldinum á Mikinesar 100 áradegi í 2006, stutt áðrenn Torkil doyði.
- Listasavn Føroya móttekur hesa stóru og vøkru gávu við stórari eyðmýkt og virðing, og vit ynskja at takka Birte Schultz-Lorentzen fyri hesa sermerktu og ómetaligu gávu, ið nú verður ein partur av tí stóru føroysku listasamlingini á savninum. Hon verður til gagn og gleði fyri øll, ið hava áhuga í list í Føroyum. Gávan fer at verða sýnd á savninum einaferð á sumri 2024. Listasavnið hevur ætlanir um at hava almennar rundvísingar í listagoymsluni í nærmastu framtíð, har gávan verður víst fram til tey áhugaðu, sigur Karina Lykke Grand, stjóri.
Á heimasíðuni hjá Listasavninum eru fotografiskar eftirgerðir av listaverkunum, ið eru latin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2023
Á fundinum umrøddu teir, hvussu Føroyar og India kunnu styrkja samstarvið, serliga innan fiskivinnu, alivinnu og KT, og indar vísa stóran áhuga fyri føroyskari fiski- og alivinnu
Í hesi vikuni hevur løgmaður vitjað í India í sambandi við stóru ráðstevnuna India Nordic Baltic Business Conclave. Harumframt hevur løgmaður havt eina røð av fundum.
Týsdagin hevði løgmaður fund við indiska uttanríksimálaráðharran, dr. S. Jaishankar. Á fundinum umrøddu teir, hvussu Føroyar og India kunnu styrkja samstarvið, serliga innan fiskivinnu, alivinnu og KT. Indar vísa stóran áhuga fyri føroyskari fiski- og alivinnu, sum er millum tær fremstu í heiminum.
Mikudagin skuldi løgmaður hitta indiska handilsráðharran, Piyush Goyal, at umrøða hvussu Føroyar og India kunnu styrkja um handilssambondini. Fundur var eisini avtalaður við stjóran í indiska vinnuhúsinum.
– Ferðin er fyrsta stóra stigið á leiðini at knýta sambond og finna samstarvsmøguleikar saman við India. Hóast risavaksin munur er millum londini, eru greiðar samanrenningar innan økir sum fiskivinnu, alivinnu og KT. Indar vísa stóran áhuga fyri okkara vitan og kunnleika á hesum økjum, Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Løgmaður var høvuðsrøðari á ráðstevnuni India Nordic Baltic Business Conclave mikudagin. Luttakarar á ráðstevnuni eru politikarar, fyritøkur og vinnuumboð úr India, norðurlondum og baltisku londunum.
Samanlagt níggju umboð úr føroysku vinnuni vóru við á ferðini í India
Løgmansskrivstovan og Vinnuhúsið hava í felag lagt til rættis vinnuferðina. Umframt løgmann luttóku samanlagt níggju umboð úr føroysku vinnuni. Endamálið við vinnuferðini var at knýta sambond millum føroyskt og indiskt vinnulív, innan eitt nú fiskivinnu, alivinnu og KT.
Ferðalagið verður aftur í Føroyum í dag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2023
Javnaðartingmaðurin vil ikki vera partur av samgonguni longur, um ein Suðuroyartunnilin ikki verður gjørdur nú
Bjarni Hammer hóttir nú við at fara úr samgonguni, um arbeiðið at gera tunnil til Suðuroyar ikki fer í gongd.
Dimmalætting skrivar, at javnaðartingmaðurin í løgtinginum í løgtinginum hevur gjørt greitt, at kemur Suðuroyartunnilin ikki, fer hann at blokerað øll onnur mál.
Ein nevnd er sett at fyrireika arbeiðið at gera Suðuroyartunnil, og tað ljóðar, at tað fyrireikingararbeiðið hjá nevndini er við at vera liðugt.
– Vit skulu hava Suðuroyartunnilin, ella vera onnur mál ikki framd, soleiðis er tað bara, segði Bjarni Hammer.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2023
Ellivu minuttir av sonevndum "damage control"
Tað gongur als ikki so illa hjá Javnaðarflokkinum og samgonguni, sum veljarin heldur. Í øllum førum ikki sambært løgmanni í nýggjari videoupptøku, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt út í dag, nú tað skjótt fer at nærkast einum ári síðani val var.
- Kom innar í stovuna í ellivu minuttir og hoyr løgmann, Aksel V. Johannesen, greiða frá, hvat er hent síðani valið.
Í ellivu minuttir situr løgmaður í einari fjálgari stovu og greiðir frá, hvussu væl tað faktiskt gongur og hvussu gott alt er. Hann siglir millum sker og brotasjógvar.
Evnini sum verða umrødd eru: Støðan í heiminum og støðan her heima, samstarv við Russland, verkfallið, javnari samfelag, skattalætti, lættari gerandisdag, bústaðir, veðurlagsátøk og orkuískoyti, og til síðst Føroyar fyri øll.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2023
Vestmanna bygdarráð hevur samtykt at selja faktorhúsini, pakkhúsið og hjallin til felag undir stovnan hjá Jonhardi Mikkelsen
Vestmanna bygdarráð samtykti einmælt á fundi tann 15. november at selja faktorhúsini, pakkhúsið og hjallin til felag undir stovnan hjá Jonhard Mikkelsen. Freistin at senda inn uppskot var 3. november. Nevnda felag sendi inn útgreinað uppskot.
Málið er at gera Fitjar til ein mentanardepil – ikki bara fyri vestmenningar, men ein, ið eigur megi at draga fólk til sín og savna fólk úr øllum heraðshornum.
Tað verður gjørt við áhugaverdum tiltøkum og góðum stuttfluttum mati í hesum serstakliga vakra og hugnaliga umhvørvi.
Skrivstova, fyrilestrarhøli og kaffistova
Faktorhúsini verða umvæld í samsvari við upprunaliga sniðið.
Í uppskotinum verður lagt upp til nakrar broytingar í innrættingini. Tað er umráðandi fyri ætlaðu nýtsluna og verður gjørt við virðing fyri søguliga virðinum og byggilistini í húsunum. Ætlanin er, at faktorhúsini skulu nýtast til skrivstovu, fyrilestrarhøli og kaffistovu.
(Mynd: ZETA arkitektar)
Fyrilestrarhøli
Eystara lonin er ætlað til kaffistovu og fyrilestrarhøli. Lagt verður upp til at gera nakrar broytingar í hesum partinum á húsunum soleiðis, at eitt stórt avlangt rúm fæst burturúr, sum er rúmligt og opið upp í tróður.
Rúmið verður innrættað við nýggjum sniðgivnum innbúgvi s.s. stólum og lampum, ið greidliga skilja seg frá dáminum á husunum annars.
(Mynd: ZETA arkitektar)
Kaffistova
Miðlonin í faktorhúsunum verður umvæld í samsvari við upprunaliga sniðið og nýggjur køkur og vesi gerast.
Miðlonin er, umframt at vera bindiliður millum lonirnar, eisini móttøka.
(Mynd: ZETA arkitektar)
Skrivstova
Vestara lonin í faktorhúsunum verður umvæld og innrættað sum skrivstova við plássi til 2-4 starvsfólk.
(Mynd: ZETA arkitektar)
Pakkhúsið verður gjørt til fyrilestrar og tiltøk
Pakkhúsið verður umvælt í samsvari við upprunaliga sniðið. Viðurin verður reinsaður, húsini bjálvað uttan, og flag lagt á tekjuna. Við hesum umvælingum fáa húsini bæði ein felags dám, og tá ið túnið er steinsett, og vøksturin kring húsini er komin fyri seg, verður staðið sjónligari sum ein søguligur býlingur í bygdini. Lagt verður upp til at verandi innveggir og hæddarskilnaðurin verður tikin niður, so opið verður upp í tróður.
Ætlanin er, at pakkhúsið skal nýtast til fyrilestrar, skeiðvirksemi og onnur tiltøk, ið fólk kunnu leiga húsið til. Suðureftir er ætlanin at gera 3 stór vindeygu, sum líkjast opnum neystalúkum.
Á myndini er víst støða við skeiðsvirksemi í bygninginum
(Mynd: ZETA arkitektar)
Uppskotið er treytað av at loyvi fæst til neyðugu broytingarnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2023
Flogfarið hjá bretska flogvápninum hevur diplomatiskt loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi og at lenda í Føroyum
Fyrrapartin leygardagin lendi eitt stórt flogfar hjá Royal Air Force, bretska flogvápninum, í Vágum.
RAF-flogfør hava verið í Føroyum nakrar ferðir seinnu árini.
Talan er um eitt Globemaster C-17A, ið gjørdi innflúgvingarroyndir.
Flogfarið hevur diplomatiskt loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi og at lenda í Føroyum, upplýsti Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Jóanis Albert Nielsen, jn.fo tók myndirnar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2023
Fyrstu níggju mánaðirnar av 2023 varð innflutt fyri seks prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022, skrivar Hagstovan
Fyrstu níggju mánaðirnar av 2023 varð innflutt fyri 8,7 milliardir krónur, ið er seks prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Um skip og flogfør ikki verða tald við, varð innflutt fyri 7,8 milliardir, ið er trý prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022.
Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og skipum og flogførum, skrivar Hagstovan.
Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningsvirðið av brennievni var 1,4 milliardir krónur fyrstu níggju mánaðirnar av hesum árinum, ið er 301,4 milliónir krónur - ella 17,7 prosent - lægri enn sama tíðarskeið í fjør.
Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" - fyri tað mesta feskur toskur og makrelur. Har er innflutt fyri 153,2 milliónir krónur meira, sum er ein vøkstur á 26,8 prosent.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin -fyri tað mesta alifóður. Har er innflutningsvirðið vaksið 148 milliónir krónur, ið svarar til 25 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2023
Heldarsgjógv er fyrsta av tveimum tvíkiljum til alifelagið
- Arbeiðið hevur gingið fyrimyndarliga væl og eru vit sera væl nøgdir við nýggju tvíkiljuna. Tvíkiljan var latin til tíðina – ja heilar 24 dagar áðrenn tíð, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.
Henda fyrsta av tveimum tvíkiljum frá MEST til Hiddenfjord, bleiv handað Marjun Wilhelm, leiðara fyri sjógvaling hjá Hiddenfjord, í vikuni. Næsta tvíkiljan til Hiddenfjord verður latin í mars 2024.
Nýggja tvíkiljan, sum hevur fingið navnið “Heldarsgjógv”, er bygd til aliøki í Vestmanna og Fútakletti og fær heimstað í Vestmanna. Tvíkiljan fekk góð skotsmál á degnum frá Hiddenfjord manningini.
Á samkomu í matarhøllini hjá MEST vóru eini 120 fólk savnað til eitt hátíðarhald har stjórin á MEST, Mouritz Mohr, helt eina stutta røðu. Í røðuni takkaði hann Hiddenfjord fyri fyrimyndarliga gott samstarv – og gav rós til starvsfólk síni fyri væl úr hondum greitt arbeiði.
Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 116 á MEST, er 16 metrar long og 8 metrar breið. Tvíkiljan er útgjørd við einum stórum Melcal krana av støddini 80 tons, einum 2x500 HK Volvo Penta høvuðsmoturi, einum 250 kW Volvo Penta hjálpimotori og 20 tons deksspæli. Tvíkiljan er útgjørd við eini nótavaskiskipan frá Akva Group – so at báturtin er útgjørdur til eisini at vaska nótir. Báturin hevur tvær síðuskrúvur. Nýggja farið er útgjørt við vesi, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.
Marjun Wilhelm, leiðari fyri sjógvaling hjá Hiddenfjord, og Mouritz Mohr, stjóri á Mest (Mynd: Mest)
Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 116 á MEST, er 16 metrar long og 8 metrar breið, og útgjørd við stórum krana av støddini 80 tons (Mynd: Mest)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2023
Leif Mohr og LM Electric leggja saman
Á nevndarfundi hjá Leif Mohr mánadagin 20. november varð samtykt at leggja fyritøkurnar Leif Mohr og LM Electric saman. Samanlagda felagið fer framyvir at eita Leif Mohr.
Á nevndarfundinum varð samtykt at styrkja um leiðsluna hjá Leif Mohr við Hjalmari Sjóvará, sum verður fíggjarstjóri og Kenneth Johannesen, sum verður tekniskur stjóri. Leivur Holm verður framhaldandi forstjóri í fyritøkuni.
Hjalmar Sjóvará er útbúgvin cand. merc. og hevur verið fíggjarleiðari hjá Leif Mohr og LM Electric í skjótt 30 ár.
Kenneth Johannesen er útbúgvin sum bæði elektrikari og sterkstreymsverkfrøðingur, og hevur verið tekniskur leiðari hjá LM Electric í skjótt 5 ár.
Leif Mohr er stórveitari til føroysku vinnuna við alskyns el-tøkniligum tólum, er størsta el-fyritøkan í landinum og hevur handil við el-lutum til vinnuna og heimið. Seinastu vørurnar, sum eru lagdar afturat eru hitapumpur og sólpanel.
Leif Mohr hevur sett sær fyri at ganga á odda í grønu elektrifiseringini av føroyska samfelagnum.
Harafturat hevur Leif Mohr styrkt um deildina, sum arbeiðir við stýringum og automatikki til vinnu og størri bygningar.
Samanleggingin verður liðugt gjøgnumførd í 2024.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2023
BankNordik hevur fingið uppaftur betri meting frá Moody's samanborið við metingina í 2022. Í fjør var metingin A2, meðan metingin nú er A1
Kredittmetingarfyritøkan Moody's daggførdi fyrr í vikuni sína kredittmeting av BankNordik.
Tá ið Moodys ger eina meting, verða ymisk øki í fyritøkuni mett, og í nýggjastu metingini varðveitir BankNordik eina góða meting á øllum økjum, og fær harumframt eina enn betri meting á innlánsøkinum – í 2022 var metingin A2, og nú er metingin A1, skrivar BankNordik í tíðindaskrivi.
Ítøkiliga merkir góða metingin, at BankNordik er ein haldgóður og tryggur peningastovnur við lágum váða og góðum útlitum, sigur bankin.
Tað var á vári í fjør, at Moody's aftur byrjaði at gera regluligar kredittmetingar av BankNordik. Metinginarnar verða gjørdar áleið eina ferð um árið.
Nógvir stórir íleggjarar, t.d. pensjónsfeløg, gera bert íløgur í fyritøkur, ið hava eina kredittmeting, og tí kann metingin frá Moody's vera við til at draga fleiri íleggjarar at BankNordik. Harumframt gevur kredittmetingin BankNordik møguleika fyri at fáa betri treytir, tá ið bankin skal taka lán ella útgeva lánsbrøv.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2023
Heimistovubrúgvin skal leiða gangandi trygt yvir nýggja vegin
Helst er hetta fyrsta brúgv av sínum slag. Ein brúgv ætlað gangandi og kanska eisini súkklandi fyri at koma trygt yvir veg við nógvari ferðslu.
Brúgvin er sett upp oman á fjørðuvegin úr Rúnavík og inn á Glyvrar, sum verður gjørdur í løtuni.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu legði hósdagin út myndirnar á Facebook-vanga sínum. Kallar hetta nýbrotið á Glyvrum fyri Heimistovubrúgvin.
Myndir: Tórbjørn Jacobsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2023
Ábendingar eru um, at tað er eitt sindur vanligari at koyra rúsaður, enn vit hava sæð seinnu árini, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum saman við Trygd og Betri Trygging fer at hava eitt rúsátak, sum skal steðga rúskoyring – átakið heldur fram til nýggjárs, og løgreglan fer at gera rúskanningar, meðan átakið er
November er farin at halla og jólaborðhaldini byrja. Og tá eru tað mong, sum smakka sær á. Tí kemur Ráðið fyri Ferðslutrygd við einari áminning:
– Rúsur og ferðsla hoyra ikki saman. Lat tí bilin standa, um tú skal í jólaborðhald og ætlar at smakka tær á.
Í samstarvi við Trygd og Betri trygging fremur Ráðið fyri Ferðslutrygd rúsátak, sum skal fáa fólk at steðga á, hugsa seg um og steðga rúskoyring. Átakið heldur fram til nýggjárs og løgreglan ger rúskanningar, meðan átakið er.
– Ein skeiv avgerð í ferðsluni kann fáa ógvusligar avleiðingar fyri onnur enn teg. Tíverri eru ábendingar um, at tað er eitt sindur vanligari at koyra rúsaður, enn vit hava sæð seinnu árini. Ein mentan, sum mong hildu var ein farin tíð, tykist vera í vøkstri aftur. Og talið á teimum, sum verða tikin fyri rúskoyring, er vaksið nógv - serliga millum tey ungu.
Ung siga seg koyra hóast tey drekka
Í vár gjørdi Ráðið fyri Ferðslutrygd eina umfatandi spurnarkanning millum ung í Føroyum um teirra hugburð til rúskoyring, og ábendingar eru um, at hugburðurin er broyttur – í øllum førum í hesum aldursbólkinum, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
– Meðan vit áður hava sæð ein yvirskipaðan hugburð um, at rúskoyring ikki verður góðtikin í Føroyum, eru tey ungu í hesi kanningini ikki eins avgjørd.
– Orsøkirnar til at koyra rúsað/ur eru ymiskar. Onkur svarar, at tey fingu ikki fart og vildu bara sleppa heim. Onnur, at tey hugsaðu seg ikki um og fóru tí í bilin. Og summi eru farin ov skjótt í bilin aftur dagin eftir. Men tað sum gongur aftur hjá flestu teimum, sum siga at tey drekka og koyra er, at tey drekka eitt sindur, telja eindir, og meta um. Og tað kann skjótt blíva vandamikið.
Eitt glas er eitt ov nógv
– Við útsøgnini ’eitt glas er eitt ov nógv’ er boðskapurin, at tær nýtist ikki at rokna, telja, ella meta um. Antin koyrir tú, ella smakkar tú tær á. Ikki bæði. Og tað eru nógvar góðar loysnir til at taka eina betri og tryggari avgerð í ferðsluni. Avtala hvør koyrir heim, áðrenn tit fara í býin. Ring eftir einum hýruvogni. Gang. Tak bussin, sigur ráðið.
Ráðið fyri ferðslutrygd minnir eisini á, at har finnast uppskriftir til drykkir uttan alkohol, og eru tær at finna á heimasíðuni www.rff.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2023
Slakar níggju milliónir verða settar av til rættarskipanina í árunum 2024 til 2027. Danska stjórnin fer eisini at kanna hvussu KT–skipanin í Føroya Rætti verður lyft upp á sama stig sum tann danska
8,7 milliónir verða settar av til rættarskipanina í Føroyum í árunum 2024 til 2027 fyri millum annað at stytta um viðgerðartíðina í Føroya Rætti. Harumframt hevur danska stjórnin bundið seg til at gera eina kanning av, hvussu KT–skipanin í Føroya Rætti verður lyft upp á sama stig sum KT–skipanin, ið verður brúkt í
Danmark. Tað er úrslitið av samráðingunum, sum Anna Falkenberg hevur luttikið í sambandi viðlangtíðarfígging av rættarskipanini.
Talið av málum í Føroya Rætti hava verið vaksandi seinnu árini, og tí eru 3,2 milliónir settar av til setan av starvsfólkum. Eisini skulu pengar brúkast til at stigvíst taka av verandi KT-skipan.
Harumframt verður arbeitt við trygdini í sambandi við digitalum samskifti. Í tí sambandi skulu pengar setast av uttanu m semjuna um langtíðarfígging av rættarskipanini.
- Tað hevur alstóran stóran týdning, at nóg mikið av starvsfólki eru til arbeiðis í Føroya Rætti, um rættartrygdin skal vera í lagi. Tí fegnist eg um, at Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, hevur lurtað eftir okkara ynskjum og raðfest at seta pengar av til fleiri starvsfólk, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri
Sambandsflokkin.
Nýggj KT-skipan
Eitt av aðalmálunum hjá Annu Falkenberg hevur verið, at tænastustigið í rættarskipanini í Føroyum og í Danmark er á sama stigi.
Ein forðing fyri hesum hevur verið KT-skipanin, sum Føroyar Rættur brúkar, tí P-talið verður brúkt í Føroyumog CPR-nummarið í Danmark. Men nú verða ítøkilig stig tikin til at loysa málið, tí danska stjórnin fer kanna, hvat skal til fyri javnseta skipaninar.
- Hetta hevur verið eitt trupult mál. Stjórnin vildi, at ein kanning verður gjørd, áðrenn peningur verður settur av til økið. Tí er tað gott, at gongd er komið á málið. Umframt kanningina, er stjórnin sinnað at loysa málið, tá úrslitið av kanningini er greitt. Sjálvandi má tænastustigið í Føroya Rætti vera tað sama, sum í rættinum í Danmark. Einki annað kann góðtakast, sigur Anna Falkenberg.
Í avtaluni um fígging av dómstólunum næstu trý árini stendur, at danska stjórnin í seinasta lagi í 2025 skal vera liðug við eina kanning, sum fær greiðu á, hvussu KT -skipanin í rættinum í Føroyum og í Grønlandi fáast at virka á sama stigi sum í Danmark, og hvussu minretssag.dk kann setast í verk í Føroyum og í Grønlandi.
Tá kanningin er liðug, verður hon løgd fyri flokkarnar, ið hava gjørt avtaluna um fígging av dómstólunum við tí endamáli, at tænastustigið í Føroyum og í Grønlandi verður lyft uppá sama stig sum í Danmark.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2023
Ein trý ára semja, ið byggir á ein samlaðan lønarvøkstur upp á 12,75 prosent
Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið skrivaðu í gjár undir semju um nýggjan sáttmála.
Talan er um ein trý ára sáttmála, ið byggir á ein samlaðan lønarvøkstur upp á 12,75 prosent.
Ymiskar nágreiningar og ábøtur eru somuleiðis gjørdar í sáttmálanum, eins og partarnir hava avtalað at arbeiða saman um nøkur viðurskifti í sáttmálaskeiðinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2023
Hetta hevur Eystara Landsrættur staðfest eftir kæru. Maðurin var ákærdur fyri ikki at hava givið seyðunum nøktandi fóður og vatn. Hetta hevði millum annað við sær, at fýra seyðir vóru deyðir
Eystari Landsrættur viðgjørdi í síðstu viku eitt mál um brot á djóravælferðarlógina. Hetta var eftir, at tað hevði verið frammi í Føroya Rætti. Har varð tann, sum nú dømdur sekur í skammfaring, dømdur at rinda 10.000 krónur. Ákæruvaldið kærdi dómin og fekk viðhald: Talan var um tað, sum í djóraverndarlóggáva verður nevnt skammfaring. Hetta er grov vanrøkt, og dómurin er 20 daga treytað fongsulsrevsing.
Føroya Politi skrivar í tíðindaskrivi, at ein maður varð í málinum ákærdur fyri at hava - tilætlað ella við grovum ósketni - vanrøkt seyð undir viðurskiftum, sum vóru at meta sum skammfaring. Hetta hevur gingið fyri seg í Føroyum í einum eitt longri tíðarskeið og fram til 31. januar 2018.
- Maðurin var ákærdur fyri ikki at hava givið seyðunum nøktandi fóður og vatn, av tí at tað í fjósinum vóru funnir 50-60 seyðir, sum allir vóru rak ella kaldarak. Fýra seyðir vóru deyðir, og tveir av hesum høvdu ligið deyðir í fleiri samdøgur.
Niðurstøðan hjá Føroya Rætti var, at maðurin ikki hevði ansað seyðin á nøktandi hátt, men rætturin metti ikki at talen var um skammfaring. Tí varð bert talan um eina bótarsekt, sum var áljóðandi 10.000 krónur.
Ákæruvaldið kærdi tó dómin. Mett varð at maðurin skuldi dømast fyri skammfaring, og harvið við einari fongsulsrevsing.
Í dóminum frá Eystara Landsrætti er niðurstøðan, at í øllum førum fyri teir fýra seyðirnir, sum vóru funnir deyðir, var talan um skammfaring. Landsrætturin leggur dent á, at seyðirnir vóru kannaðir, og at kanningin vísti, at vemburnar vóru tómar. Landsrætturin staðfestir, at hetta er at meta sum skammfaring.
Av tí at landsrætturin broytti dómin soleiðis, at maðurin bleiv dømdur fyri skammfaring, bleiv revsingin broytt til 20 daga treytaða fongsulsrevsing, staðfestir Føroya Politi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2023
Heilsufrøðiliga kallar Hot Chip Challenge aftur
Heilsufrøðiliga starvsstovan ávaraði í vikuni móti einum sterkum kipsi, sum er selt í føroyskum handlum.
Vøran eitur Hot Chip Challenge, og verður nú kallað aftur at danska innflytaranum, DanKonfekt ApS. Orsøkin er, at innihaldið av capsaicin er sera høgt, tí tað er kryddað við einari av heimsins sterkastu kili.
Heilsufrøðiliga mælir til at burturbeina vøruna ella lata hana aftur til handilin, har hon er keypt.
“At eta sera sterkt kili ella kilivørur kann viðføra m.a. irritatión av slímhinnum, kvalma, spýggju og sera økt blóðtrýst, sum í ringasta føri kann vera lívshættiligt”, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan, og leggur afturat:
“Um barnið hjá tær hevur etið sterkt kili uttan at vísa tekin um eitran, er ongin orsøk til stúran. Um álvarsom tekin eru stutt eftir, at barnið hevur etið kilivøru sum Hot Chip Challenge, eigur ein at seta seg í samband við lækna.”
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2023
Gamli skúlabygningurin er ov trongur. Verður nú brúktur sum bygdasavn og savningarstað fyri tiltøk í bygdini
Runavíkar kommuna fer nú undir umfatandi um- og útbygging av gamla bygdaskúlanum í Elduvík.
Runavíkar kommuna skrivar á heimasíðuni, at Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, í vikuni hevur skrivað undir avtalu við felagið Spf. Holm Bygging um at standa fyri arbeiðinum, sum er mett at kosta slakar 1,3 milliónir krónur.
Arbeiðið byrjar sum skjótast, og væntandi stendur skúlin liðugur í mai ella juni mánaði.
Skúlin í Elduvík er frá 1887 og varð brúktur sum skúli “fram til okkara tíð”. Bygningurin hevur síðan, men eisini meðan hann var skúli, virkað sum savningarstaður fyri bygdafólkið og sum fundarstaður í táverandi Elduvíkar kommunu. Eftir at Elduvíkar og Runavíkar kommunur løgdu saman í 2005 hevur eisini onkur býráðsfundur verið hildin í lítla skúlanum.
Tað hevur leingi verið greitt, at ábøtur skulu gerast, um skúlin framhaldandi skal kunna brúkast til alskyns fundarvirksemi, bygdasavn og miðdepil í sambandi við at ferðafólkaskip vitja bygdina.
Peningur er settur av í ár, og ætlandi aftur næsta ár, soleiðis, at skúlin verður nútímansgjørdur innan, meðan útsjóndin uttan verður hin sama. Einar Toftegaard hevur teknað við tí í hyggju, at skúlastovan verður víðkað til ytstu mørk, og at ein tilbygningur í øðrvísi sniði, við gangi ímillum, verður bygdur uppat skúlanum. Neyðugir hentleikar – so sum nátthús og køkur – eru partar av umbótini, og ætlanin er at leggja flag á takið aftur, skrivar runavik.fo.
(Mynd: Runavíkar kommuna)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2023
Samlaðu inntøkurnar eru omanfyri 1,3 millardir
Skattaprosentið hjá Tórshavnar kommunu komandi ár verður tað sama sum í ár, 19 prosent. Barnafrádrátturin er eisini hin sami, 9.000 krónur.
Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2024 varð hósdagin endaliga samtykt á býráðsfundi.
Samlaðu inntøkurnar
Samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlanini fyri 2024 eru mettar til 1.316 milliónir krónur í mun til 1.240 milliónir krónur í 2023. Hetta er ein vøkstur á 76 milliónir krónur ella 6,13 prosent.
Kommunuskatturin er mettur til 1.012 milliónir krónur. Tað er ein framskriving á 2,3 prosent í mun til mettu inntøkurnar fyri 2023.
Partafelagsskatturin í 2024 er mettur til 58 milliónir krónur.
Skattur frá eftirlønargjøldum er mettur at verða 209,7 milliónir krónur. Inntøkur í samband við DIS, FAS og frádráttir eru mettar til 35,7 milliónir krónur.
Útreiðslurnar
Rakstrarútreiðslurnar fyri Tórshavnar kommunu, uttan Tórshavnar havn, er 3,96 prosent. Raksturin av Tórshavnar havn er inntøkufíggjaður.
Samlaðu rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi í fíggjarætlanini fyri 2024 fara úr 953,3 milliónum krónur uppí 995,8 milliónir krónur. Tað er ein vøkstur á 4,46 prosent í mun til fíggjarætlanina 2023.
Íløgurnar
Millum íløgurnar í Tórshavnar kommunu fyri 2024 eru útbygging av dagstovninum á Hamrinum á Argjum, hádeild í Sankta Frans Skúla, nýtt røktarheim, borgarahús í Kaldbak, útstykking oman fyri Argjahamar, innkoyringarvegurin, stórhøllin, langhylur og íløgur í orkupolitikk.
Samlaðu íløgurnar hjá Tórshavnar kommunu fyri 2024 verða 358,5 milliónir krónur.
Úrslit fyri 2024
Úrslitið hjá Tórshavnar kommunu, áðrenn rentur og avdráttir er 288 milliónir krónur. Úrslitið av rakstrinum er 231 milliónir krónur. Avlopið til skattafíggjaðar íløgur hjá Tórshavnar kommunu er 215 milliónir krónur.
Samtykt er, at innkomuvegurin verður fíggjaður við lántøku. Í fíggjarætlanini 2024 er hædd tikin fyri lántøku til innkomuvegin við 87 milliónum krónum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2023
Steintóra Gleðisheygg Joensen verður í morgin skipað í embætið sum nýggjur sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi
Undir gudstænastuni í Havnar kirkju sunnudagin 26. november kl.11 skipar Uni Næs, dómpróstur, Steintóru Gleðisheygg Joensen í embætið sum nýggjur sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.
Umframt Havnar kirkju verður Steintóra eisini sóknarprestur í Nólsoyar kirkju.
Steintóra var prestvígd í 2021, tá ið hon gjørdist vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í nakrar mánaðir. Síðani tá hevur hon verið virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi, nú sóknarprestarnir báðar tvær hava verið í hvør sínum barnsburðarfarloyvi.
Steintóra tók við embætinum 1. november.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2023
Herfyri varð málningur hjá Livar Nysted av fyrrverandi borgarstjóranum í Eysturkommunu avdúkaður í býráðshúsinum í Norðragøtu
Undanfarna fríggjadag var lítil hátíðarløta í býráðshúsinum í Norðragøtu, tá ið málningur av fyrrverandi borgarstjóranum í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, var avdúkaður.
Tað var núverandi borgarstjóri, Per Martin Gregersen, saman við fyrrverandi borgarstjóranum, sum avdúkaðu málningin, ið nú er komin upp at hanga í býráðssalinum, skrivar Eysturkommuna.
(Mynd: Eysturkommuna)
Málningin hevur listamaðurin Livar Nysted málað.
Jóhan Christiansen var fyrsti borgarstjóri í nýggju samanløgdu kommununi, eftir at Gøtu kommuna og Leirvíkar kommuna vórðu lagdar saman tann 1. januar 2009, og blivu til Eysturkommunu. Hann var borgarstjóri í 12 ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2023
Hátíðarhald hevur verið í Norðragøtu, har Eysturkommuna heiðraði fýra starvsfólkum, sum nú eru farin frá fyri aldur
Týsdagin var hátíðarløta í Víkingahúsinum í Norðragøtu, har Eysturkommuna heiðraði fýra starvsfólkum, sum nú eru farin frá fyri aldur. Tað skrivar eysturkommuna.fo.
Talan er um Onnu Djurhuus, Jónu Jacobsen, Jonhard Joensen og Sørin S. Djuurhus, ið hava havt ymisk størv í kommununi.
Borgarstjóri byrjaði við at siga nøkur orð og takkaði teimum øllum fyri drúgva tænastu, áðrenn Per Martin Gregersen handaði Onnu Djurhuus, Jónu Jacobsen og Jonhardi Joensen hvør sín vakran málning, sum Sámal Toftanes hevði málað av heimbygdunum hjá teimum.
Myndir: Eysturkommuna
Eysturkommuna skrivar víðari, at Sørin S. Djuurhus fekk handað Dronningens Fortjensmedalje fyri trúfasta tænastu. Sørin hevur starvast innan tilbúgvingina hjá Eysturkommunu (og Gøtu Kommunu) í samfull 43 ár, harav 16 ár sum leiðari.
Í grundgevingini frá Kongshúsinum varð sagt, at Sørin hevur verið við til at hildið ein høgan standard, bæði fakliga og persónliga. Hetta hevur gjørt sítt til, at arbeiðsumstøðurnar hava verið góðar og at eitt sera gott samanhald er millum starvsfólkini.
Til ber at síggja fleiri myndir á eysturkommuna.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2023
Nú kemur seinna spælið av "Góðskutíð" út. Hesaferð fyri familjuna
Tey seinastu árini eru fleiri spøl á føroyskum komin á marknaðin.
Í 2021 kom føroyska spælið “Góðskutíð fyri pør”, sum gjørdist sera vælumtókt, og nú er eftirfylgjarin “Góðskutíð fyri Familjuna” komið í sølubúðirnar.
“Góðskutíð fyri familjuna” miðjar eftir at skapa hugnaløtur fyri alla familjuna, har øll samstundis kunnu læra hini enn betri at kenna.
Har eru spurningar sum knýta seg til her og nú, fortíð og framtíð, tvístøður, ærligir spurningar, sum ganga eitt sindur nær, og eisini hugnaligir og besnissaðir spurningar.
Hesir eru støði undir forvitnisligum, nærverandi og stuttligum løtum, sum binda familjuna saman.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2023
Jógvan Isaksen hevur skrivað enn eina krimiskaldsøgu. Bæði Hannis Martinsson og William Hammer eru við
Hurðin út á gongina fór stillisliga upp, og hann hómaði umhvarvið av einum fólki. Hann lá uttan kodda á madrassuni og hevði tí ilt við at síggja, hvør ið tað var, sum vitjaði. Skuggin kom nærri og fjaldi samstundis náttlampuna við yvirkroppinum, so tað var ikki fyrr enn viðkomandi var heilt nær, at hann sá, at høvdið var ílatið brølapu. Tað vóru bara eyguni, sum ikki vóru fjald, og hann bar kenslu á tey. Alt í honum boðaði frá, at vandi var á ferð.
Hann ætlaði sær at rópa um hjálp, men keglið millum tenninar forðaði hesum. Tað kom bara veikt græl upp úr hálsinum. Hann rykti í reimarnar, men tær vóru óvikandi. Hann føldi, at hann bleiv stungin í albogaliðin, og stutt eftir gjørdist alt svart.
Hannis Martinsson er eftir skurðvigerð komin á Hvíldarheimið. Hann fær at vita, at ein maður, sum hevði samband við bumbuatsóknina móti løgtingshúsinum í septembur 1945, bleiv myrdur á stovninum stutt aftaná. Ein lívshættisligur leikur fer nú í gongd.
Hannis Martinsson hevur høvuðsleiklutin í Hvíldarheimið, men William Hammer ger eisini vart við seg.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2023
Tobias Rahim hevði eina rimmar konsert í Vágsbotni í 2022, og nú kemur hann aftur
Hann var á Voxbotn í 2022, og á Voxbotn í 2024 endurtekur tað seg.
Útseldar konsertir, ein hálv milliard av stroymingum á spotify, útvarpshitt omaná útvarpshitt: Danmark er av álvara fallið fyri Tobias Rahim og hansara forførandi teksti, rúsandi ljóði og fangandi visuella heimi. Tað eru vit í Føroyum eisini.
- Hesin hevur yvirtikið danska pallin á ein heilt serstakan hátt. Hann er sín egin, er óvanliga væl umtóktur í Danmark og tað er gravgangur eftir at fáa hann at spæla konsertir og - fyri fjepparar - at sleppa til hansara konsertir. Tí eru vit sera fegin um, at Tobias Rahim aftur verður við á Voxbotn 2024, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Háaktuelli og eitt hitt heitasta navnið í donskum popptónleiki hevur millum annað útgivið stórhittið ‘Stor Mand’, ‘Mucki Bar’ og ‘Flyvende Faduma’.
- Hann er satt listafólk, ið skapar sítt heilt egna rúm, har hann spælir við erligar kenslur og marksøkjandi skaldskap við øsandi, men vøkrum útrykki. Talan er um eitt frírúm har tað er pláss fyri tabu, politiskum boðskapum, veitslu, skemti, sex og ólukkuligum kærleika – alt í einum. Tað vitna hansara sera vælumtóktu sangir eisini um.
Voxbotn 2024 verður 29. juni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2023
Fyrstu ferð, at Astri og Maria sýna fram saman
Møðgurnar Astri og Maria Luihn seta dám á Gallarí Havnará fram til sunnudagin 3. desember.
Hetta er fyrstu ferð, at tær báðar stilla út saman. Meðan móðurin Astri er eitt av virknastu altjóða listafólkum, ið vit eiga, so er dóttirin Maria, eitt meira óskrivað blað.
Maria Luihn gjørdi fyrstu ferð vart við seg á Várframsýningini í Listaskálanum fyrr í ár. Hon teknar surrealistiskar tusjtekningar, akvarell og prent.
Eisini arbeiðir hon við list úr metalli og er útbúgvin gullsmiður.
Astri kenna vit øll fyri sínar eyðkendu málningar og myndprýðingar, men hesin møguleikin at síggja samspælið millum listina hjá Astri og listina hjá Mariu, er nýggjur.
Gallarí Havnará er gallarí í niðastu hædd av gomlu Tórs kafeteria, her kanst tú í leikandi ljóðinum av áartutli støðugt uppliva listaverk við okkara fremstu listafólkum og mest spennandi spírum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2023
Elisabeth Holm, ph.d., frá Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað um tilflyting, føroyskt sum annaðmál og fleirmæli
- At gera íløgur í føroyskt sum annaðmál er ikki bara umráðandi fyri máltøku hjá tilflytarum og eftirkomarum teirra, men er samstundis stimbrandi íløga í okkara móðurmál, lívsmáttin í tí og er til stórt gagn í víðari høpi samfelagsliga í Føroyum.
Tað sigur bókaaktuella Elisabeth Holm, ph.d. og samskipari á Góðskueindini á Fróðskaparsetri Føroya og útbúgvingarleiðari á parttíðarútbúgving á Føroyamálsdeildini í føroyskum sum øðrummáli.
Í 2021 fekk hon ph.d.-heiti, tá hon á Heriot-Watt University í Edinburgh vardi ph.d.-ritgerð sína, sum í stuttum snýr seg um tilflyting úr útheiminum til Føroya og føroyskt mál. Nú hevur Elisabeth Holm skrivað eina bók um líknandi evni, sum bretska forlagið Routledge gevur út í dag. Tað skrivart setur.fo.
Bókin ber heitið "Migration, Adult Learning and Multilingualism – Critical Sociolinguistics Research with New Speakers of Faroese", og hon byggir á granskingina, sum Elisabeth Holm gjørdi í ph.d.-ritgerðini.
Um bókina skrivar Fróðskaparsetrið, at tað er ein dagførd, tillagað og munandi stytt útgáva av ph.d.-ritgerðini, har tilflytarar av øðrum uppruna enn norðurlendskum, ið eru komnir til Føroya eftir aldarskiftið, eru í miðdepli.
Granskingin er etnografisk og tí kvalitativ, og høvundurin kemur tætt at ymsum máltakarum, sum arbeiða á fiskavirkjum og í reingerðarstørvum í Føroyum, og fær innlit í bakgrund, lívskor og royndir teirra at navigera og finna seg til rættis í fleirmælta veruleika okkara í dag.
Í bókini verður serligur dentur lagdur á royndirnar hjá tilflytarum við at læra eitt fáment mál sum føroyskt, á ójavnbjóðis atgongd, møguleikar. Víst verður millum annað á avmarkaðu møguleikarnar at læra mál á ófaklærdum starvsøkjum, og á tær forðingar, sum tilflytarar møta í royndini at finna arbeiði, ið samsvarar við teirra førleikar-
- Ein demokratiskur spurningur
Áhugin hjá Elisabeth Holm fyri hesum granskingarøkinum er - umframt vanligt granskaraforvitni - heftur at spurninginum um demokratiska inklusión av tilflytarum í Føroyum. Og so heldur hon, at granskingargrundað vitan er lykilin til at skapa menning.
- Fyri at skapa eitt samfelag, har allir borgarar í landinum hava somu demokratisku rættindi og atgongd til útbúgving, arbeiði og almennar tænastur, er neyðugt at hava holla vitan um og innlit í umstøður og avbjóðingar hjá borgarum í Føroyum, ið hava annan uppruna enn føroyskan. Tað gevur granskingin hjá mær eina støðulýsing av og eitt íkast til, sigur hon.
Altjóðagerðin og vaksandi tilflytingin til Føroya av fólki, ið kemur úr øllum heiminum, setur krøv til myndugleikar og skipanir í føroyska samfelagnum, herundir fólkaskúlan, málundirvísing fyri vaksnar tilflytarar og viðurskifti, ið kunnu fremja inklusjón á arbeiðsmarknaðinum.
- Máltøka er altíð samansett og støðutreytað, og íløga í føroyskt sum annaðmál og annaðmálsundirvísing er alneyðug. Ikki bert fyri trivnað og inklusjón av nýggjum borgarum, men eisini fyri, at føroyskt skal yvirliva sum mál, sigur Elisabeth Holm.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2023
Torbjørn Marstein hevur týtt bókina “Eg komi skjótt!” hjá amerikanaranum, Arno C. Gaebelein
“Eg komi skjótt!” er heitið á nýggjari bók, ið júst er givin út á forlagnum Leirkerinum. Bókin er um Opinbering Jóhannesar. Tað er amerikanarin, Arno C. Gaebelein, ið skrivaði bókina, og Torbjørn Marstein hevur týtt hana til føroyskt.
Arno C. Gaebelein var eldhugaður evangelistur og bíbliuútleggjari, sum kunngjørdi profetisku sannleikarnar í Bíbliuni og livdi dagliga í teirri vón, at teir fóru at ganga út. Mitt í dynjandi toruveðrinum í fyrra heimsbardaga eggjaði hann trúgvandi við hesi bókini til ikki at fella í fátt, tí royndirnar í hesum heimi fóru ein dag at lúta fyri sigri Kristusar.
Torbjørn Marstein hevur ein serligan tokka til Opinberingina, tí hetta er bókin, sum beinleiðis lovar signing yvir tey, sum hoyra og lesa hana. Torbjørn ímyndar sær ein ungan sum eldri føroying við blýanti í hond og við hesi bókini og opnari Bíbliu framman fyri sær fyri at skilja boðskapin um Jesus Kristus betur og betur, tí Hann sigur jú: „Eg komi skjótt!“
Um Harran afturkomu skrivaði Gaebelein:
„Harrin Jesus Kristus kemur aftur! Hann kann verða her hvørja løtu! Hann kann koma í dag! Hetta er ikki eitt býttisligt uppáhald, at Hann fer at koma í dag. Hetta er heldur ikki ein ásetan av eini ávísari tíð, at Hann skal koma, sum bæði hevði verið tápiligt og skeivt, hóast mong gera tað. Hetta er álvarsami veruleikin at fáa sálir at vakna úr sínum gáloysni og síni líkasælu og peika teimum á greiða vitnisburðin í sanna orði Guds, at Harrin Jesus kemur aftur og kann koma í dag.“
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2023
Hvussu nógv herfólk hava latið lív undir krígnum verður tó ikki almannakunngjørt, men mett verður at tað talið er munandi hægri
Yvir 10.000 sivilfólk eru dripin í Ukraina, síðan Russland gjørdi innrás í februar 2022, vísir ein uppgerð frá mannarættindaskrivstovuni hjá ST.
Veruliga talið verður tó mett at vera munandi hægri, men framvegis eru nógv andlát, sum ikki eru endiliga váttað, sigur ST, sum hevur fólk í Ukraina, ið eygleiða støðuna í fleiri pørtum av landinum.
Teir fyrstu mánaðirnar eftir at kríggið byrjaði, vóru m.a. harðir bardagar í býnum Mariupol, og har varð boðað frá, at nógv sivilfólk høvdu latið lív, men tað hevur tó enn ikki borið til at kanna hetta nærri og fáa talið endaliga váttað, skrivar Ritzau.
Mett verður, at munandi fleiri herfólk enn sivilfólk hava latið lív undir krígnum, men hvørki Russland ella Ukraina almannakunngera hesi tølini.
Í juni 2022 segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj tó, at Ukraina tá misti millum 60 og 100 herfólk um dagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2023
Vinnulívskvinnan Mia Wagner varð í vikuni innlima í donsku stjórnina, umboðandi flokkin Venstre
Danski vinstriflokkurin hevur enn einaferð verið ein túr í væl umtóktu sjónvarpssendingini “Løvens Hule” hjá Danmarks Radio fyri at heinta ein nýggjan ministara í stjórnina.
Fyri nøkrum árum síðani – í 2016 – var tað, tá Tommy Ahlers, varð valdur til útbúgvingar- og granskingarmálaráðharra.
Hósdagin var tað Mia Wagner, ið varð vald til nýggja ráðkvinnu fyri talgilding og javnstøðu.
Eftir at Jakob Ellemann herfyri valdi at taka seg aftur, bæði sum verjumálaráðharri og formaður í Venstre, hevur ligið í kortunum, at næstforkvinnan í flokkinum, Stephanie Lose, aftur skuldi gerast partur av donsku stjórnini.
Meðan Jakob Ellemann var sjúkrameldaður við strongd fyrr í ár, røkti hon starvið sum búskaparmálaráðkvinna, meðan Troels Lund Poulsen yvirtók verjumálaráðið.
Nú er formansskapurin í flokkinum komin upp á pláss, og tí var eisini greitt, at Troels Lund Poulsen aftur tekur verjumál og Stephanie Lose búskaparmál.
Men útskiftingin varð størri enn so. Og mest óvæntaða valið var, at Mia Wagner verður nýggj ráðkvinna við ábyrgd av talgilding og javnstøðu. Mia Wagner er kend vinnulívskvinna, og hevur staðið aftan fyri fyritøkurnar Freeway og Nordic Female Founders. Men mest er hon tó kend fyri sína luttøku í sjónvarpssendingini “Løvens hule”.
Hetta merkir eisini, at Marie Bjerre, sum hevur verið ráðkvinna fyri digitalisering og javnrætti, nú ikki longur er limur í donsku stjórnini.
Ein onnur, sum eisini var uppsøgd sum ministari í dag, er Louise Schack Elholm, ráðkvinna við kirkjumálum, útjaðaramenning og norðurlendskum samstarvi. Morten Dahlin avloysir hana.
Venstre er í stórari kreppu í løtuni. Nýggi formaðurin, Troels Lund Poulsen hevur stórar arbjóðingar við at vinna flokkinum álit aftur eftir at veljarakanningarnar hava verið beinleiðis vánaligar. Tí gittu eygleiðarar eisini, at kend fólk, men óroynd í politikki, kanska fóru at verða boðsend í sambandi við útskiftingina í stjórnini hesaferð.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2023
Fyrrverandi forsetafrúan í USA, Rosalynn Carter andaðist sunnudagin, 96 ára gomul
Fyrrverandi forsetafrúan í USA, Rosalynn Carter, andaðist sunnudagin, 96 ára gomul, upplýsir Carter Center, sum hon rak saman við manni sínum, fyrrverandi forsetanum Jimmy Carter.
Hon fekk ein friðarligan enda, umgird av familjuni, skriva fleiri miðlar.
Í mai varð boðað frá, at hon hevði fingið staðfest demens, og fríggjadagin varð boðað frá, at hon fekk hospiceviðgerð, eins og maður hennara, 99 ára gamli Jimmy Carter, hevur fingið síðan februar.
Rosalynn og Jimmy Carter, ið bæði vóru fødd úr Plains í statinum Georgia vóru gift í 77 ár. Tey vóru forseti og forsetafrú í árunum 1977 til 1981. Parið stonvaði The Carter Center í 1982.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2023
Leygardagin varð ein fløska av Macallan whisky seld á uppboðssølu fyri 2,1 milliónir pund - 17,9 milliónir krónur
Leygardagin varð nýtt met sett, tá ein fløska av Macallan whiskey frá 1926 varð seld á uppboðssølu fyri 2,1 milliónir pund ella 17,9 milliónir krónur.
Tað var auktiónshúsið Sotheby's í London, sum stóð fyri uppboðssøluni.
Talan var um eina sjáldsama whiskyfløsku, tí har vórðu bert framleiddar 40 av teimum, og tær vórðu ongantíð settar til sølu. Í staðin vórðu tær m.a. givnar í gávu av brennarínum.
Undan uppboðssøluni varð virðið á fløskuni mett at vera millum 750.00 og 2,1 milliónir pund (6,4 og 10,2 milliónir krónur).
Sambært bretskum miðlum er hetta tann dýrasta whiskyfløskan, sum nakrantíð er seld á uppboðssølu. Í 2019 varð ein fløska av sama slagi seld fyri 1,5 milliónir pund á Sotheby's. Ein upphædd, ið svarar til 12,8 milliónir í okkara krónum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2023
Máldu 44,8 hitastig í býnum Araçuaí sunnudagin
Í Brasil skrásettu tey farna vikuskiftið mesta hita í landinum nakrantíð. Tað hendi sunnudagin tá tey upplivdu 44,8 hitastig í býnum Araçuaí. Harvið var metið tikið, sum frammanundan var 44,7 stig, ið vórðu máld í 2005.
Tað upplýsir Inmet, sum er brasilska veðurstovan, sambært BBC.
Araçuaí er ein lítil býur, sum liggur í statinum Minas Gerais í landsynningspartinum av Brasil.
Partar av Brasil hava verið raktir av hitabylgju. Veðurfyribrigdið El Niño, saman við veðurlagsbroytingum, er orsøkin til óvanliga veðrið, tey uppliva í løtuni, skrivar BBC.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2023
Hitavøksturin í heiminum er væl ávegis móti 2,9 stigum. Tað er nógv hægri enn tað vísindin metir vera ráðiligt. Aðalskrivarin í ST, António Guterres, hartar heimsins leiðarar fyri at venda bakið til síni lyfti um at halda globalu upphitingini undir 1,5 stigum
Hóast flest øll heimsins lond í Parisavtaluni í 2015 samtyktu at halda hitavøkstrinum undir 1,5 stig, eru vit nú á veg móti eini hitahækking uppá 2,9 stig í 2100. Hetta er niðurstøðan í eini spildurnýggjari ST frágreiðing, sum hvørt ár samanber meðalhitan kring heimin í mun til tað, sum heimsins lond hava lovað at halda seg til.
Ein avleiðing av veðurlagsbroytingum, sum vísindin sigur stava frá mannagivnum CO2 útláti eru herviligar ódnir, turkur og eldibrandar.
Støðan er vorðin sera álvarslig sigur ST í frágreiðingini, nú flestu lond ikki hava hildið avtalurnar um útlátsmark. Skulu vit liva upp til lyftini um 1,5 stig hitavøkstur í 2030, má samlaða útlátið minka við 42 prosentum innan 2030, og tað verður nú mett at vera ómøguligt.
Sambært frágreiðingini fer hitavøksturin, sjálvt um heimsins lond halda seg til bindandi málini fyri útláti, at hava kós móti 2,9 stigum. Skal heimurin tó halda seg undir teimum 1,5 stigunum sum avtalað í Parísavtaluni, skal útlátið minka við góðum 40 prosentum. Parísavtalan nevnir annars eisini 2 stig sum hægstamark, um 1,5 stig markið ikki verður rokkið.
Hóast klimaavtalur, veðurlagstoppfundir og greiðum boðskapum frá vísindini um broytingar í veðurlagnum, so hava heimsins lond ikki megnað at røkka sínum egnu klimamálum, sum er ein hitavøkstur uppá í mesta lagi 1,5 stigum.
ST-aðalskrivarin er sum ikki einaferð sera avgjørdur, tá hann umrøður seinastu frágreiðingina um veðurlagsbroytingarnar. Hann gevur vánaligum leiðarum og leiðaraskapi alla ábyrgdina fyri íkomnu støðuna.
Nú eru bert fáir dagar til næstu veðurlagsráðstevnuna COP28 í Dubai. Tá skulu heimsins lond semjast um komandi veðurlagstiltøkini. Ein tann mest avgerandi spurningurin tá er, um útfasan av olju og gassi skal skrivast inn í komandi avtalur. Enn er tað ikki eydnast at semjast um eina felags orðing um at gevast við at brúka fossilu brennievnini, sum sambært hagtølum standa fyri størsta partinum av útlátinum.
- Vit vita, at tað enn ber til at røkka 1,5 stig málinum. Og vit vita, hvussu vit røkka hartil. Men tað krevur, at vit taka um rótina á orsøkini til veðurlagskreppuna, nevniliga fossilu brennievnini sigur ST aðalskrivarin.
Kring heimin gera leiðarar, vísindafólk og umhvørvisfelagsskapir eins og umboð fyri orkuvinnuna seg klár til at fara til veðurlagsráðstevnuna, sum verður hildin í einum av teimum mest týðandi oljustatunum í Miðeystri, UAE, (United Arab Emerades) og har ein oljusjeikur er vertur. Mong hava funnist at hesi avgerðini, tó at undirtøka sum heild er fyri at halda ráðstevnuna í Miðeystri. Hyggja vit nøkur ár aftur í tíðina, tá ráðstevnan varð hildin í Glasgow í Skotlandi, varð støðan ein heilt onnur. Tá noktaðu fyrireikararnir eitt nú umboðum fyri olju- og gassvinnuna at luttaka.
Millum luttakararnar á COP28 er eisini danski altjóða ráðharrin fyri veðurlag, Dan Jørgensen. Hann er varisliga bjartskygdur sambært DR men heldur, at verður einki ítøkiliga gjørt fyri at steðga útlátinum, fer heimurin rætt og slætt um koll. Dan Jørgensen heldur seinastu frágreiðingina vera eina týðulig ávaring til heimsins lond. Ein heimur, sum er 2,9 stig heitari, fer at vera ein vanlukka fyri øll.
Veðurlagsnevndin, sum ráðgevur donsku stjórnini, hevur fyrr funnist at stjórnini fyri ikki at gera nokk fyri at minka um útlátið. Danska stjórnin hevur sett sær sum mál at minka um útlátið við 70% í 2030. Og í 2050 skal Danmark vera klimaneutralt.
Veðurlagsnevndin sigur, at Danmark hevur sett sær fyri at røkka nøkrum sera høgum og góðum málum, men heldur ikki, at nóg mikið er gjørt fyri at røkka teimum.
Hóast mongu ógvusligu og álvarsligu spádómarnar um framtíðar veðurlagið og avleiðingarnar fyri bæði menniskju og náttúru, so er tað kortini eisini ein sannroynd, at mong av heimsins londum taka ávaringarnar í størsta álvara.
Vit síggja, at Kina, sum er eitt tað landið, ið dálkar mest við sínum kolaorkuverkum, kortini liggur á odda, tá tað ræður um at menna varandi orkukeldur so sum sól og vind. USA hevur sett í verk eina tað mest víðgongdu grønu orkuætlanina í landsins søgu, og lond í Evropa ganga á odda, tá tað kemur til at menna tøkni til grøna orkuskiftið, herundir Danmark. Í fleiri førum hevur hetta givið úrslit men kortini er tað langt frá nokk siga granskarar í altjóða miðlum.
Og seinasta ST frágreiðingin ger hetta púra greitt. Tað, sum verður gjørt, er ikki nóg mikið fyri at venda ella steðga gongdini. Stóri spenningurin er nú um, hvat fer at koma burtur úr altjóða veðurlagsráðstevnuni í Dubai í næstum. Hon byrjar 30. november og heldur fram til 12. desember.
Keldur: Energy Voice, Politiken, DR, Financial Times
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2023
Samanleggingar og yvirtøkur í orkuheiminum alsamt vanligari
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2023
Danska reiðaríið gongur á odda við at brúka grønt brennievni heldur enn fossil
Danska reiðaríið Mærsk, sum telist millum tey reiðarí í heiminum, ið ganga á odda í grøna orkuskiftinum, hevur gjørt sáttmála um veiting av grønum metanoli til komandi flotan av bingjuskipum, sum skulu brúka nýggj grøn brennievni. Hetta skrivar Shipping Watch. Talan er um kinverska vindorkuframleiðaran Goldwind.
Goldwind skal veita eina hálva millión tons av grønum metanoli til Mærsk um árið frá 2026 sæst í einni fráboðan frá felagnum.
- Hetta er eitt týðandi vegamót fyri Mærsk, tí sáttmálin ger okkum før fyri at minka munandi um útlátið longu innan 2030 og hjálpir okkum at røkka 1,5 stig málinum, sum verður umrøtt í Paris-avtaluni sigur Rabab Raafat Boulos, stjórin fyri undirstøðukervið hjá Mærsk.
Mærsk hevur longu tikið ímóti tí fyrsta metanol skipinum, Laura Mærsk, sum skal sigla í Evropa. Fyrsta skipið, sum skal sigla millum heimspartar og brúka metanol, er longu ávegis. Tað verður latið av skipasmiðjuni í 2024, og tað seinasta av 25 líknandi skipum verður latið í 2027.
A.P. Møller Holding og Mærsk hava longu stovnað eitt nýtt felag, C2X, sum skal menna og reka metnol-støðir, sum skulu veita metanol til shippingídnaðin. Fyrstu av hesum slag verða bygd í Egyptalandi og Spania.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2023
Føroyska A-landsliðið í fótbólti endaði árið við frálíkum avriki í Albania, har tað endaði við málleysum javnleiki móti bólkavinnarunum
Føroyar órógvaðu albansku fólkaveitsluna. Fýrverk og annað var eftir síðsta bríksl, men lagið á albansku áskoðarunum var ikki gott gjøgnum seinna hálvleik, har Albania bert hevði ein stóran málmøguleika.
Liðið hjá Håkani Ericson hevði lagt støði í fyrra hálvleiki. Dirvið til at leggja trýst og hava bótltn var hægri enn í fleiri dystum. Hóast Føroyar ikki skaptu so nógv samanlagt, so var talan um fleiri støður enn í flest øðrum dystum í ár.
Føroyska liðið kom nógv betur út til hendan seinasta dystin í ár, í mun til undanfarnu dystir. Ein annar vilji valdaði, og framfýsni var at síggja í spælinum.
Fyriuttan seinastu støðuna fyri steðgin, har Bárður á Reynatrøð stórbjargaði, hevði Albania ikki havt ein veruligan málmøguleika.
Bárður kom á vøllin eftir 33 minuttir, tí Mattias Lamhauge fekk knæskaða í samanbresti við áleypara fyrr í dystinum - tá var rangsstøða, men flaggið var ikki komið upp.
Føroyar hevði nøkur skot, men neyvleikin manglaði. Bæði í opnum spæli, í deyðbóltum og í mótálopum var tað rímiliga nær við, at okkara hava komu støðu til at leggja seg á odda.
Bárður á Reynatrøð í málinum hevði í øðrum hálvleiki ikki fyri neyðini at gera nakað serliga bjarging, har føroyska verjuspælið eisini var sterkt.
Føroyar hildu málið reint fyri fyrstu ferð í 2023, og talan er um besta úrslitið á útivølli síðani í Grikkalandi í november 2014.
Hóast eitt neiligt ár á ymsan hátt, og øðrvísi fyritreytir enn til aðrar útidystir, kann hetta avrikið vera gott grundarlag til Nations League í 2024. Fleiri einstaklingaavrik vóru ógvuliga góð, og samlaða avrikið var tað besta hjá Føroyum í hesum árinum.
René Shaki Joensen var frálíkur á sentrala miðvøllinum
Jóan Símun Edmundsson stóð seg eisini heilt væl sum fremsti maður
Myndir: Sverri Egholm
EM-undankapping bólkur E - síðsta umfar
Air Albania leikvøllurin, 20. november
Albania - Føroyar 0-0 (0-0)
Føroyar (4-5-1): Mattias Lamhauge (34' Bárður á Reynatrøð) - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Viljormur Davidsen (L) - Jóannes Bjartalið, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Brandur Hendriksson Olsen (63' Sølvi Vatnhamar) - Jóan Símun Edmundsson (86' Pætur Petersen)
Áskoðaratal: 22,500
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2023
Tað verður Adolfo Sormani, sum skal vera høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum í HB
Italiumaðurin Adolfo Sormani er settur sum høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá HB. Hetta kunngjørdi felagið týsdagin.
Afturat sær hevur hann Giovanni Mazella og Gilberto Voltolina, sum verða ávíkavist hjálparvenjari og fysiskur venjari.
(Mynd: HB)
Adolfo Sormani er 58-ára gamal, og hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur verið ungdómsvenjari í italsku stórfeløgunum Napoli og Juventus. Í 2012 gjørdist hann hjálparvenjari hjá navnframa Gianfranco Zola í enska felagum Watford, har hann var við til at vinna uppflyting til Premier League.
Eftir Watford hevur Adolfo verið høvuðsvenjari hjá italsku feløgunum FC Südtirol og Lavello, albanska FK Partizani og danska Vejle Boldklub.
HB sigur, at nýggja venjaratoymið longu er farið til verka, og er í gongd við fyrireikingarnar til kappingarárið 2024.
Italiumaðurin kemur í ein heitan sess, har tað verður kravt nógv. Í HB er gull og steyp málið hvørt ár, og verður tað málið ikki rokkið, er tað ikki nóg gott. Jákup Martin Joensen hevur verið høvuðsvenjari síðan apríl í ár, tá Dalibor Savic segði seg úr starvi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. november 2023
Dómur fall í málinum mikudagin. Eisini skal fyrrverandi KÍ-venjarin gera samfelagstænastu í 40 tímar
30 daga treytaða fongsulsrevsing og 40 tíma samfelagstænastu.
Tað var dómurin sum Mikkjal Tomassen fekk í Føroya rætti í vikuni. Hetta visti Frihedsbrevet at siga, sum hevur fylgt rættarmálinum, ið var í Føroya rætti fyrst í vikuni.
Málið við fyrrverandi KÍ-venjaranum ákærubonkinum snýr um hóttanir í býarlívinum í september í fjør. Skuldsetingar vóru upprunaliga eisini um harðskap, men hetta var síðani slept.
Hvørki tann órættaði fótbóltspælarin ella vitni hava meldað Mikkjal Thomassen, men tað er ákæruvaldið, sum av sínum eintingum hava tikið málið upp, sigur Frihedsbrevet.fo.
Rætturin metir, at prógv eru fyri, at Mikkjal Thomassen skal hava sagt "eg skal knúsa tíni bein, oyðileggja tína fótbóltsyrkisleið og tína sivilu yrkisleið” í býnum við ein fótbóltsspælara, og samstundis trýst hann bringuna. Tað var grundarlagið undir dóminum, sum varð sagdur.
Mikkjal Thomassen skal tó hava ávvíst, at hava sagt nakað um sivilu yrkisleiðina hjá fótbóltsspælaranum.
Mikkjal Thomassen og verji hansara umhugsa dómin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2023
Tað sigur ítróttarstjórin í Fredriksstad FK. Mikkjal Thomassen góðtekur dómin, og er glaður fyri at leggja lok á málið
Punktum er nú sett í málinum um Mikkjal Thomassen, sum fyrradagin fekk dóm í Føroya rætti fyri hóttanir. Hann fekk 30 daga treytað fongsulsrevsing umframt at gera samfelagstænastu í 40 dagar.
Tað fær kortini ongar avleiðingar í fótbóltsfelagnum Fredriksstad FK, har Mikkjal Thomassen nú er høvuðsvenjari.
- Vit vistu um málið tá vit settu Mikkjal í starv. Dómurin fer ikki at ávirka okkara samband við Mikkjal ella arbeiðið hansara í felagnum, sigur Joacim Heier, ítróttarstjóri í Fredriksstad FK, við norska TV2.
- Eg eri keddur um tað sum hendi. Eg góðtaki revsingina og eri glaður fyri at leggja lok á málið, soleiðis at familja mín og eg kunnu koma víðari, sigur Mikkjal Thomassen í skrivligum boðum til norska TV2.
Tað er ákæruvaldið, sum av sínum eintingum hevur tikið málið um fyrrverandi KÍ-venjaran upp.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2023
U21-landsliðsmiðverjin var umráðandi partur av stórum evropeiskum avrikum í summar. Nú hevur hann longt sáttmálan við barndómsfelagið við tveimum árum
Hann hevur verið partur av hópinum í fleiri ár, men tað kann sigast, at veruliga gjøgnumbrotið hjá Børga Petersen í KÍ er komið í ár.
Miðverjin hevur spælt væl fleiri minuttir og í væl fleiri dystum enn undanfarnu árini. Serliga var summarið gott hjá Børga: Hann spældi fulla tíð í dystum móti HB, Ferencvárosi og Häcken, har KÍ vann og helt málið reint.
Børge Petersen við Djúpumýru, tá Ferencváros vitjaði (Myndir: Sverri Egholm)
Áhugi var eisini ymsastaðni frá. Sum skilst var B36 eitt av feløgunum, ið ynskti at knýta miðverjan at hópinum hjá sær. Sáttmálin stóð at ganga út við ársenda, og Børge Petersen er farin undir lesnað í høvuðsstaðnum.
At hann ikki spælir fast í KÍ, tí at spælarar sum Odmar Færø og Heini Vatnsdal eru í hópinum, kann framvegis vera ein trupulleiki fyri menningina hjá 21-ára gamla miðverjanum. Tó hevur hann valt at skriva undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið.
KÍ boðaði í vikuni frá, at ein nýggjur tvey-ára sáttmáli er gjørdur millum partarnar. Harvið er málið hjá Børga at álvara bíta seg fastan í byrjanaruppstillingini í 2024 og 2025.
Higartil hevur klaksvíkingurin samanlagt spælt 63 dystir fyri besta liðið hjá KÍ. Børge Petersen hevur verið við til at vunnið fýra føroyameistaraheitið og til at koma víðari í Evropa nakrar ferðir. Hann og liðfelagarnir hava tveir dystir eftir í ár: 30. november og 14. november í bólkaspælinum í Conference League. Tað er ávíkavist heima móti Slovan Bratislava og úti móti Lille.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2023
KÍ hevur skrivað undir sáttmála við Jonn Johannesen til kappingarárið 2025
Jonn Johannesen og KÍ hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála.
21 ára gamli klaksvíkingurin hevur ikki verið nógv at sæð á vøllinum seinasta árið. Hann varð skurðviðgjørdur í heyst, og er nú undir uppvenjing.
KÍ skrivar á heimasíðuni, at væntað og vónað verður, at hann verður ein virðismikil partur av liðnum tá kappingin byrjar aftur í vár.
Jonn Johannesen hevur spælt 93 dystir í bestu deildini og skorað 20 mál. Eisini hevur hann verið á U21-landsliðnum, og eisini verið við í evropeiskum dystum fyri KÍ.
KÍ skal aftur í evropeiska eldin í næstu viku, tá Slovan Bratislava vitjar á Tórsvølli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2023
Seinastu dystirnir í undanbólkunum eru spældir. Tólv lið skulu í mars stríðast um tey síðstu trý plássini - millum annað Ísland
Teir seinastu dystirnir í bólkaspælinum í EM-undankappingini vórðu spældir mánakvøldið. Eftir teir er endaliga greitt, hvørji 21 "tey fyrstu liðini" í EM-endaspælinum verða.
Tey eru niðanfyri sett upp, eftir hvør kom víðari sum ávíkavist nummar eitt og nummar tvey úr hvørjum bólki. Spania og Skotland vóru í bólki A og so framvegis.
EM 2024-lond:
Týskland (vertstjóð), Spania, Skotland - Frakland, Niðurlond - Ongland, Italia - Turkaland, Kroatia - Albania, Kekkia - Belgia, Eysturríki - Ungarn, Serbia - Danmark, Slovenia - Rumenia, Sveis - Portugal, Slovakia
Øll hesi londini hava verið til eitt EM-endaspæl áður. Fyri Albania, ið var í bólki saman við Føroyum, er tað bert aðru ferð í søguni. Fyrru ferð var í 2016. Tað sama er galdandi fyri Slovakia.
Portugal var einasta landið, sum vann allar sínar dystir. 38-ára gamli Cristano Ronaldo skoraði 10 mál, men Romelu Lukaku hjá Belgia gjørdist toppskjútti í undankappingini við heili 14 málum.
Danmark er higartil einasta norðurlendska umboðið. Liðið vann sín bólk, men Kasper Hjulmand og hópurin hava í donskum miðlum verið fyri hørðum atfinningum fyri avrikini í ár - seinast eftir tapið í Norðurírlandi í síðsta umfari.
Danir vóru millum tey seinastu fýra í EM í 2021 (Euro 2020). Italia vann men spældi seg ikki til HM-endaspælið í fjør. Harvið er Italia í lægsta styrkisbólkinum til lutakastið. Lutakast verður 2. desember.
Styrkisbólkarnir - lutakastið verður í Hamborg um tíggju dagar (Mynd: UEFA)
Harvið eru trý pláss eftir. Tey skulu finnast í play-off dystunum í mars. Tólv lið eru við har, og tey hava spælt seg í støðuna við avrikinum í Nations League í fjør.
Ísland, Finnland og Ukraina vóru øll í Deild B men fingu ikki eins nógv stig sum Ísrael og Bosnia. Harvið skuldi lutakast til fyri at finna útav, hvørt lið skuldi "flyta deild", og hvør skuldi hitta hvørjum.
Finnland fekk helst tað frægara lutakasti - í øllum førum er Wales ikki á so høgum stigi sum við Gareth Bale og í samband við seinastu endaspølini. Lagt er upp til finalu um EM-pláss millum vinnaran í Wales 21. mars og Poland, ið er stórfavroittur móti Estlandi - Estland vann deild D.
Stríðið um plássið í Deild B verður eisini ógvuliga hart. Ísland skal fyrst vinna á Ísrael og síðani eina finalu fyri at sleppa til EM. Íslendingar vóru við á fyrsta sinni í 2016.
Føroyar kundu verið við í endaumfarinum í Deild C - okkara endaðu trý stig aftan fyri Luksemborg. Av liðunum har er tað bert Grikkaland, ið áður hevur verið í einum endaspæli. Grikkar vunnu ógvuliga óvæntað EM í 2004.
Play-off dystir 21. mars 2024:
Deild A:
Wales - Finnland
Póland - Estland
Deild B:
Ísrael - Ísland
Bosnia Hersogovina - Ukraina
Deild C:
Georgia - Luksemborg
Grikkaland - Kasakstan
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2023
FC Suðuroy flutti sannførandi upp úr 2. deild, og nú hevur felagið gjørt tvey-ára sáttmálar við Pól Thorsteinsson, Jimmy Abdul og Emmanuel Andorful
Eftir niðurflyting úr 1. deild í 2021 og miseydnaða roynd at flyta upp í 2022, bragdaði hjá FC Suðuroy í ár. Liðið vann 2. deild uttan at tapa nakran dyst, og tað var undir leiðslu av Pól Thorsteinssyni.
Fyrrverandi landsliðsspælarin hevur havt sítt fyrsta ár sum høvuðsvenjari í einari vaksnamannadeild, og nú hevur hann skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við FC Suðuroy.
50-ára gamli vágbingurin skal nú íhvussu er royna at vinna felagnum støðufesti í 1. deild. Í hópinum verða helst framhaldandi nakrir ungir og spennandi lokalir spælarar - í ár skoraði 20-ára gamli Fríði Holm 28 av teimum 94 málunum, sum FC Suðuroy skoraði í 18 dystum.
Í fjør vóru tveir ungir afrikanskir spælarar í hópinum hjá FC Suðuroy. Jimmy Abdul og Emmanuel Andorful fingu nakrar dystir í seinnu hálvu í 2022, og í 2023 vóru teir profilar: Abdul sum ógvuliga stinnur miðverji, ið eisini skoraði seks mál. Andorful er kvikur vongur/miðvallari, sum bjóðar nógv av. Í 2023 skoraði hann níggju mál.
Teir eru úr ávikavist Nigeria og Ghana, og FC Suðuroy hevur eisini longt við teir.
Mynd: FC Suðuroy
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2023
Kropsligi venjarin hjá KÍ fer til Noregs og Mikkjal Thomassen
KÍ boðaði mikudagin frá, at Elisabet Vang gevst sum kropsligur venjari í felagnum, tí hon fór at royna nýggjar leiðir.
Og nýggju leiðirnar eru í bestu norsku fótbóltsdeildini. Nevniliga saman við Mikkjal Thomassen og Fredriksstad FK, sum í ár tryggjaði sær uppflyting. Tað kunngjørdi Frederiksstad FK hósdagin.
Elisabet Vang var kropsligur venjari í toyminum hjá Mikkjali Thomassen í KÍ í 2021 og 2022, og hevur síðani í summar hevur hon aftur verið knýtt at KÍ sum fysiskur venjari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2023
Tekur eitt ár afturat í bestu svensku kvinnudeildini í fótbólti
Liðskiparin á føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti, Ásla Johannesen, fer at spæla við Piteå IF í bestu fótbóltsdeildini í Svøríki í minst eitt ár afturat.
Piteå IF boðaði í vikuni frá, at felagið hevur longt sáttmálan við føroyska vinstra bakkin í eitt ár afturat. Ásla Johannesen kom til Piteå úr AGF í Danmark við kappingarbyrjan í ár. Hon er skrásett fyri 25 dystir í bestu svensku deildini, Obos Damallsvenskan.
Við heimasíðuna hjá Piteå IF sigur Ásla í sambandi við longda sáttmálan:
- At koma til Piteå gjørdist tað rætta stigið fyri meg. Mín kensla var røtt, at svenska deildin er eitt fet upp í mun til ta donsku. Eg havi havt eina fantastiska tíð, síðan eg kom higar. Tað var lætt at fella inn á liðið, við venjaranum, felagnum og býnum.
- Eg havi betrað meg sum leikari og fingið spælitíð. Nú vil eg fegin halda fram við at mennast, bæði taktiskt og kropsliga og vónandi fáa enn meira leiktíð komandi kappingarár.
Piteå IF gjørdist nummar fýra í Damallsvenskan í ár.
Ásla Johannesen er skrásett fyri 45 dystir við A-landsliðnum. Hon verður tó ikki við í teimum báðum komandi dystunum hjá kvinnulandsliðnum. Føroysku kvinnurnar skulu í næstum spæla seinastu tveir dystirnar í Nations League á hesum sinni. Báðir eru á útivølli, 1. desember í Montenegro og 5. desember í Aserbadjan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2023
Jóhan Josephsen skoraði tvær ferðir og Tobias Elmelund Hansen einaferð, tá Føroyar vunnu 3-2 á Armenia í EM-undankappingini
Tað byrjaði ógvuliga illa hjá U19-monnum í Kroatia, tá Føroyar taptu 6-0 fyri Ísrael. Leygardagin vóru Føroyar nógv betri við móti vertunum (2-0), og týsdagin bragdaði á runuta grasvøllinum í Porec.
Armenar løgdu seg annars á odda í 40. minutti, men eftir tíggju minuttir í 2. hálvleiki javnaði Tobias Elmelund Hansen. Álopskendi spælarin hjá B36 varð skiftur inn í steðginum.
Føroyar fingu nú eitt yvirtak, og tá tjúgu minuttir vóru eftir, skoraði Jóhan Josephsen til 2-1. Tað eydnaðist ikki at halda fast, tí í 90. minutti javnaði Armenia.
Føroyar og Jóhan fingu tó seinasta orðið. Í yvirtíðini varð brotsspark dømt, og tað umsetti liðformaðurin ógvuliga trygt. Klaksvíkingurin kundi harvið fegnast við liðfeløgunum um 3-2 sigur og trý stig.
Áleyparin hevur fyri kortum havt 18-ára føðingardag. Jóhan Josephsen skoraði 13 mál í 1. deild í 2023, skoraði sítt fyrsta mál á besta liðnum og hevur fingið minuttir í Conference League-bólkaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)
U19-menninir hjá Føroyum endaðu harvið á 3. plássi í bólki 9 í EM-undankappingini. Øssur Hansen og Christian Høgni Jacobsen stóðu á odda fyri liðnum.
Føroyar - Armenia 3-2 (0-1)
40' Edik Vardanyan 0-1
55' Tobias Elmelund Hansen 1-1
70' Jóhan Josephsen 2-1
90' Vyacheslav Afyan 2-2
90 (+4)' Jóhan Josephsen 3-2
Føroyar: Jón Petur Thomsen – Bjørn Bjarkhamar (46' Jón í Horni Nielsen), Jónas Prior, Ingi Arngrímsson, Suni Herman Petersen - Teitur Knudsen, (46' Tobias E. Hansen B36), Mattias Hellisdal, Árni Nóa Atlason (90' Olivur Renéson Thomsen), Hanus Højgaard, Julian Mouritsen 07 Vestur (70 Hans Pauli á Bø), Jóhan Josephsen (L)
Eisini í hópinum: Svend Danielsen, Virgar Jónsson, Sølvi Johannesen, Carl Mikkelsen, Thomas Bjørn Miezan
Frøi eftir sigurin í Kroatia (Mynd: FSF)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2023
Føroysku dreingirnir megnaðu als ikki at fóta sær á vátu og ringu grasvallunum í Norðurírlandi í síðstu viku. Samanlagt endaði tað 1-19 móti Litava, Luksemborg og vertunum
Tað gekk als ikki eftir vild hjá føroyska U15-landsliðnum við dreingjum, sum í síðstu viku tóku lut í UEFA menningarkapping í Norðurírlandi.
Hetta vóru teir fyrstu landsdystirnir hjá teimum allarflestu, tað var á grasi, og avbjóðingin var stór.
– Vit taptu allar dystirnar greitt og megnaðu als ikki at fóta okkum á vátu og ringu grasvøllunum. Talan var um rættuliga avbjóðandi umstøður, ið ikki vóru egnaðar til fótbólt. Men soleiðis er viðhvørt, og tað mugu vit bara royna at læra av.
Hetta sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, við heimasíðuna hjá FSF.
Tríggir dystir vóru á skránni hjá føroyska liðnum Norðurírlandi. Sum fsf.fo skrivar, so vóru úrsltini vóru einki at reypa av. Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 9-1 fyri norðurírsku vertunum, síðani 7-0 móti Luksemborg og til seinast 3-0 fyri Litava. Tað vil siga samanlagt 1-19
Málið hjá Føroyum skoraði William Kruse Hansen, ið spælir fyri Hvidovre í Danmark.
– Vit koma fram til nakrar álopsroyndir, men í verjuspælinum góvu vit ov nógv løtt mál burtur. Samstundis mugu vit eisini staðfesta, at í løtuni eru hini londini frammanfyri okkum í menningini á so at siga øllum økjum. Sum heild var hetta uppliving, sum allar kunnu vera vónbrotnir av, staðfestir Jógvan Martin Olsen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2023
Kular og knáar KÍ-kvinnur er krabbabók, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám, geva út, og Páll Holm Johannesen hevur skrivað
Síðan 2000 hava tær bláu úr Klaksvík verið einaráðandi í bestu kvinnudeildini í fótbólti, og í ár er einki undantak. Oftari enn 20 ferðir hava tær staðið ovast á pallinum og tikið ímóti føroyameistarasteypinum – uttan at missa eitt einasta stig.
Men hvussu ber tað til, at KÍ-kvinnurnar koma í metbókina hjá Guinness og fáa so góð úrslit ár eftir ár? Svarið er einfalt: Tær eru dugnaligir spælarar hvør sær og saman. Góða samanhaldið gevur teimum ein sterkan vilja at vinna hvønn dyst og at stríðast til síðst bríksl.
Nú er bók skrivað um tær kulu og bláu kvinnurnar. Tað er Páll Holm Johannesen, sum hevur skrivað. Í bókini eru eisini nógvar og áhugaverdar myndir.
Kular og knáar KÍ-kvinnur er krabbabók, og tað eru Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám, sum geva út.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2023
Hjálparvenjarin á kvinnulandsliðnum hevur drúgvar royndir, og gøtumaðurin skal í 2024 stjórnað besta kvinnuliðnum hjá Víkingi. Hjálparvenjari, málverji og fysiskur venjari eru eisini uppá pláss
Kvinnuliðið hjá Víkingi hevði eina lítla afturgongd í 2023 í mun til undanfarin ár. Tað er helst ikki løgið - serliga tí man síðsta vetur misti Jensu Kannuberg Tórólvsdóttir, sum fór til Thy-Thisted í bestu donsku deildini. Mona Rasmusdóttir skifti eisini hagar eftir nakrar dystir í kappingarárinum, og ein onnur við royndum á A-landsliðnum, Maria á Lakjuni, fór eisini úr felagnum fyrr í ár.
Nógvar heilt ungar spældu uppaftur meira, og Víkingur endaði sum nummar fimm av teimum átta liðunum. Súni Olsen var venjari á triðja árið - nú hevur hann takkað fyri seg.
Í vikuni hevur Víkingur kunngjørt venjaratoymi til 2024. Høvuðsvenjari verður Svenn Ósbjørnsson Olsen er settur sum høvuðsvenjari hjá Betri kvinnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2023
Føroysku U20-kvinnurnar góvu sponsku favorittunum mótstøðu hósdagin. Tær vóru væl við stóran part av fyrra hálvleiki og góvu ongantíð upp í seinna. Úrslitið gjørdist tó 31-25
Føroysku U20-kvinnurnar góvu sponsku favorittunum mótstøðu í triðja dystinum i HM undankappingini í Serbia, sum varð spældur hósdagin. Føroysku kvinnurnar vóru væl við stóran part av fyrra hálvleiki og góvu ongantíð upp í seinna. Spania vann tó dystin 31-25, eftir at tær vóru frammanfyri 17-13 í hálvleikinum.
Føroyar spældu fyrsta dystin týsdagin tá tær taptu 30-26 fyri Kroatia. Mikudagin var dystur móti Italia, sum vann 29-22.
Føroyar byrjaðu sera væl móti Spania við góðum og tolnum 7 móti 6 álopsspælið og komu okkara fram um 3-0. Vongspælið og strikuspælið hepnaðist betri enn í mun til undanfarnu dystirnar og fingu Inga Maria Roysdóttir, Silja Heðinsdóttir og Karina Heinesen væl burturúr fyrstu løtuna. Føroyar vóru á odda 9-6, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin og Spania tók time-out. Spania kom nú longur fram at verja, og órógvaði hetta føroyska spælið nógv fyrstu løtuna. Føroysku leikararnir gjørdu nógvar villur og Spania vann seg skjótt innaftur í dystin til støðuna 9-9. Spania sat á seinnu helvt av fyrra hálvleiki við ágangandi verjuspælið, kvikum álopsspælið og góðu skotum. Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 17-13 til Spania.
Spania sat á tí mesta at byrja við í seinna hálvleiki. Føroyska liðið spældi seg tó spakuliga uppaftur og minkaðu um sponsku leiðsluna niður í trý mál eftir 10 minuttir. Inga Maria Roysdóttir var toppskjútti í dystinum móti Italia í gjár, og helt hon áfram í dag við fleiri góðum málum á høgra vongi, tilsamans 7 mál. Dysturin gekk nú javnt á aftur eina løtu og var tað ikki fyrr enn seinastu 10 minuttirnar, at tað skrædnaði í føroysku verjuni og dysturin varð avgjørdur. Spania endaði við at vinna trygt 31-26.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Inga Maria Roysdóttir 7
Maria P. Nólsoy 6
Bjørk F. Joensen 3
Silja Heðinsdóttir 2
Anna Elisabeth H. Weyhe 2
Karina Debes Heinsen 2
Barbara Hammer 2
Lukka Arge 1
Seinasti dysturin hjá føroysku kvinnunum verður í dag klokkan 13, tá vertirnir frá Serbia eru á skránni. Dysturin kann stroymast á ehftv.com.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2023
Javnt 27-27 í oddadystinum í Champions League millum Aalborg og THW Kiel
Tað endaði 27-27 í oddadystinum í Champions League millum Aalborg Håndbold og THW Kiel mikukvøldið.
Liðini hittust fyri viku síðani, og tá blivu Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir í THW Kiel smurdir av 27-18. Hesaferð, í Gigantium í Aalborg, gekk betur hjá týskarunum.
THW Kiel førdi 17-13 í steðginum. Men í seinna hálvleiki mistu teir leiðsluna spakuliga, og síðst í dystinum fekk Mikkel Hansen við brotskasti møguleikan at leggja Aalborg á odda 28-27. Danska stjørnan brendi, og tá Kiel ikki megnaði at skora tað, sum var eftir av dystinum, stóð á jøvnum 27-27, tá dysturin var av.
Hugtungir Kiel-leikarar. Elias Ellefsen á Skipagøtu til høgru (Mynd: EPA)
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði eitt brotskast í dystinum.
Javnt er í bólkinum. THW Kiel er framvegis á odda við 11 stigum. Á øðrum plássið er Aalborg við 10 stigum, og síðani liggja Kolstad, PSG og Szeged á einum deildum triðja plássi við níggju stigum.
Nummar eitt og tvey í bólkinum koma beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar. Tey fýra liðini frá triðja til sætta pláss sleppa víðari til sekstandapartsfinalurnar.
Mikkel Hansen fekk møguleikan at avgera dystin, men tók ikki av (Mynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2023
Føroysku umboðini í European League hava framvegis fult stigatal. Hákun West av Teigum skoraði trý mál í tætta dystinum í Bukarest týsdagin - Óli spældi ikki í Sveis vegna sjúku
EHF European League er næsthægsta evropeiska kappingin, og tveir ungir føroyskir landsliðsspælarar eru við í bólkaspælinum í European League.
Týskvøldið var tað fjórða av teimum seks umførunum í bólkaspælinum á skránni, og Füchse Berlin og IK Sävehof hildu fast í fulla stigatalinum. Við sigrum á útivølli spældu liðini seg eisini víðari til meginumfarið.
Füchse spældi truplan dyst í Bukarest, har heimaliðið var á odda við einum máli í steðginum. Oddaliðið í Bundesliguni var tó omaná eftir steðgin og vann 33-32.
Hákun West av Teigum var á vøllinum meginpartin av dystinum. Høgri vongurin úr Hoyvík spælir annars ikki so nógv í Berlin enn, tí Hans Lindberg framvegis í hópinum. Hesaferð skoraði 21-ára gamli føroyingurin uppá øll síni trý skot - eins og í dystinum millum liðini í Berlin í síðstu viku - og var spennandi dysturin við ógvuliga lívligum áskoðarum í Rumenia helst góður lærupeningur fyri hann. Dejan Milosavljev var ein lykil fyri Füchse. Serbiski málverjin hevði 22 bjargingar.
Í fyrra dystinum móti Pfadi Winterthur gjørdi Óli Mittún veruliga bart, og IK Sävehof vann við 19 málum. Í dystinum í Sveis var javnari millum liðini, tá Óli Mittún ikki spældi vegna sjúku, men aftur varð tvey stig til Sävehof (29-32).
Eins og Füchse hevur svenska liðið fult stigatal fyri fýra dystir: Átta stig. Harvið er atgongumerki til næsta umfar longu tryggjað. Næstu tvær vikurnar verða tvey tey seinastu umførini í bólkaspælinum avgreidd.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2023
Føroya Tele-deildin, kvinnur: Dráttur – KÍF 3-0 (26-24, 25-18, 25-13)
Fyri sjeyndu ferð, síðani KÍF misti oddasessin 6. november, er nýtt oddalið í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum. Síðan tá hava Dráttur og Fleyr skift um fyrstaplássið; tó hevur Dráttur altíð átt dystir til góðar, tá Fleyr hevur ligið fremst.
Nú er Dráttur aftur fremst eftir 3-0 sigur á KÍF sunnudagin. Men tað var ikki uttan mótstøðu, tí KÍF mundi farið við fyrsta settinum, men Dráttur yvirlivdi tveir settbóltar.
KÍF hevði lagt seg á odda 4-0 eftir góðar servur frá Eyðrið E. Hansen. Venjarin hjá Drátti tók leikbrá alt fyri eitt fyri at rætta upp á móttøkurnar. Men KÍF helt seg frammanfyri, og legði seg á odda 9-5. Dráttur át spakuliga burtur av leiðsluni og fór so framum 20-17 eftir fýra stig á rað og góðar servur frá Terezu Kerpcarová – harímillum tvey ess. Men aftanfyri 20-18 átti KÍF nú tørn og vann næstu fýra bóltarnar og legði seg framum 22-20, eftir at Eyðrið Hansen aftur hevði servað væl – m.a. við einum essi. KÍF kom eisini upp á 24-22, men hóast tveir settbóltar rakk ikki hjá teimum. Tær høgu hjá Drátti, Tereza Kerpcarová, Andreja Petrovic og Aleksandra Jørgensen, vóru frammi við við netið hesa løtuna og vunnu næstu fýra stigini og settið 26-24.
Í øðrum og triðja setti vísti Dráttur, hví tað er oddalið. Seks stig á rað eftir servur frá Henrikku Wang Jacobsen gjørdi tað til 7-1 í øðrum setti og onnur seks á rað til 18-7 eftir servur frá Anniku Niclassen, áðrenn settið varð vunnið 25-18. Mynstrið var tað sama í triðja setti. Henrikka Wang Jacobsen stóð aftur fyri servunum, tá Dráttur fór frá 1-2 upp á 7-2, og hóast KÍF bardi seg upp á 9-12, so kom ongantíð spenningur í settið, sum Dráttur vann 25-13.
Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur. Stig og settmunur í klombrum:
Dráttur 14 (+13)
Fleyr 13 (+9)
TB 6 (0)
SÍ 6 (0)
KÍF 6 (-3)
Mjølnir 3 (-7)
Ternarn 0 (-12)
Fleyr hevur spælt seks dystir, Dráttur og KíF hava spælt fimm, hini hava spælt fýra dystir.
Komandi dystur:
Leygardagin kl. 14: Dráttur-SÍ í Sørvági
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. november 2023
11 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini úr borðtennnisfelagnum Tór í Havn hevði á fyrsta sinni spælt seg upp í A-bólkin, og hann er tann yngsti, sum nakrantíð hevur luttikið í A-bólkinum síðani farið varð undir Grand Prix-kappingarnar fyri 25 árum síðani
Annað umfar í Grand Prix-kappingini í borðtennis varð spælt í høllini á Hálsi farna vikuskiftið, har 28 leikarar úr feløgunum Tór úr Havn og TBF av Tvøroyri luttóku. Kappast varð í bólkum býttir upp eftir styrki og úrslitum í undanfarnum kappingum. Tilsamans vóru fimm bólkar - tveir A-bólkar og ein B-, C- og D-bólkur.
Í A-bólkinum var stóra søgan tann einans 11 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini úr borðtennnisfelagnum Tór í Havn. Hann hevði á fyrsta sinni spælt seg upp í A-bólkin, og hann er tann yngsti, sum nakrantíð hevur luttikið í A-bólkinum síðani farið varð undir Grand Prix-kappingarnar fyri 25 árum síðani.
Hetta var ikki nóg mikið fyri unga mannin. Hann vildi enn meiri, og hann gjørdi ikki mætari enn at blíva nummar tvey av teimum níggju leikarunum í A-bólkinum. Í bólkaspælinum vann hann á eitt nú pápa sínum, Teiti Haraldsen Albinus, tí roynda Vagni Kjærbech Nolsøe og fyrrvrandi A-landsliðsleikaranum, Sveini Mortensen Nolsøe.
Í hálvfinaluni vann hann 3-1 á núverandi A-landsliðsleikaraunum, Ára Fríðasyni Jensen, men í finaluni var hann prísgivin ímóti fyrrverandi føroyameistaranum, Halli Thorsteinsson. Hallur, sum nýliga er komin aftur til Føroya, vann kappingina í sannførandi stíli. Hann tapti ikki eitt einasta sett.
Í B-bólkinum stóð á jøvnum ímillum Poul Knút Poulsen, Elsu Kathrinu Gisladóttir og Jákup Debess, so her mátti teljast settmunur fyri at avgera, hvørji tvey skuldu vera fremst. Her høvdu Poul Knút Poulsen og Elsa Kathrina Gisladóttir besta settmunin, og tey flyta tískil upp í A-bólkin.
C-bólkin vann vestmenningurin, Suni á Lava, sum flytur upp í B-bólkin saman við Tór-liðfelaganum, Rasmusi Johannesen, sum bleiv nummar tvey. Í D-bólkinum vóru Filip Restorff úr Tór og Geiri P. Augustinussen úr TBF bestir, og flyta teir báðir nú upp í C-bólkin.
Næsta Grand Prix-kapping verður 13. januar í høllini á Hálsi í Havn.
Úrslit:
Bólkur A
1. Hallur Thorsteinsson (Tór)
2. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
3. Ári Fríðason Jensen (Tór)
4. Peter Hentze Nicasen (Tór)
5. Anja Wongwai (TBF)
6. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
7. Ólavur Hammer (Tór)
8. Sveinur Mortensen Nolsøe (Tór)
9. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
Bólkur B
1. Poul Knút Poulsen (TBF)
2. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
3. Jákup Debess (Tór)
4. Hadassa S. Christiansen (Tór)
5. Brandur Johannesen (Tór)
6. Tummas Wilhelm (Tór)
Bólkur C
1. Suni á Lava (Tór)
2. Rasmus Johannesen (Tór)
3. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
4. Purin Poulsen (TBF)
5. Baldur Garðshamar (TBF)
6. Angelina Øster (TBF)
Bólkur D
1. Filip Restorff (Tór)
2. Geiri P. Augustinussen (TBF)
3. Viljar Dulavík (Tór)
4. Zeth Atjin Teddy Fagranes (Tór)
5. Liam Steinkross (TBF)
6. Bára Sørensen (TBF)
7. Jóhanna Midjord (TBF)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. november 2023
Ovast á breddanum hjá Havnar Tennisfelag seinastu árini hevur verið ynskið um eini felagshús, og herfyri vórðu húsini hjá felagnum tikin í nýtslu
Farna fríggjadag vórðu húsini hjá Havnar Tennisfelag tikið í nýtslu.
Tennisfelagið varð upprunaliga stovnað í 1934, og er sostatt næstan 90 ára gamalt, men í longri tíðarskeið var einki virksemi, inntil felagið var endurreist í 1996. Ovast á breddanum seinastu árini hevur verið ynskið um eini felagshús og vøllir, ið hóska til nútíðina.
Í 2019 gjørdu Tórshavnar kommuna og Havnar Tennisfelag samstarvsavtalu um ábøtur, menning og rakstur av tennisanlegginum í Gundadali, og sama ár vórðu tennisbreytirnar endurnýggjaðar. Tvey ár seinni bleiv ein nýmótans ljósskipan sett upp.
Kommunan játtaði í fjør Tennisfelagnum stuðul til felagshúsini. Samlaði stuðulin var 364.000 krónur. Og í gjár vórðu húsini hjá Tennisfelagnum tikin í nýtslu.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti í røðu sínari á, at limir í felagnum hava gjørt meginpartin av arbeiðinum sjálvi.
– Havnar Tennisfelag hevur gjørt eitt stórt sjálvboðið arbeiði við at gera húsið liðugt, og okkara vón er, at hetta fer at stimbra áhugan og gera umstøðurnar so nógv betri, at tað eisini fer at síggjast aftur í úrslitunum, segði hann.
Borgarstjórin takkaði fyri gott arbeiði og ynskti felagnum góða eydnu við húsunum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. november 2023
Bara veteranurin John Rødgaard fekk stig mánadagin. Føroyar endaðu næstaftast til EM - eingin av hinum úr smálandakappingunum luttók
Føroyska talvlandsliðið formáddi sær lítið móti Albania í síðsta umfari á EM-stevnuni í Montenegro mánadagin.
Vit taptu 3½-½. Bara veteranurin John Rødgaard var mentur at halda tørn. Hóast Albania var greiður favorittur, høvdu fleiri ivaleyst vónir um frægari úrslit enn hetta.
Men kanska rindaðu okkara menn prísin til endans fyri ongan tiltaksmann til at hava at loysa av, tá onkur kennir seg móðan ella útbrendan. Í øllum førum tóktust føroysku telvararnir ikki sørt máttleysir í hesum síðsta dystinum.
9 umfar - EM í Montenegro (20. november)
Føroyar - Albania ½ - 3½
1. Høgni Egilstoft Nielsen (2387) - IM Pasko Llambi(2395) 0 - 1
2. Martin Poulsen (2291) - IM Dritan Mehmeti (2377) 0 - 1
3. Rógvi Egilstoft (2254) - IM Franc Ashiku (2396) 0 - 1
4. IM John Rødgaard (2281) - Zino Veleshnja (2269) ½ - ½
Næstaftast
Føroyar endaðu nummar 37 av 38 londum. Vit fingu Skotland afturum okkum. Føroyar vóru styrskimettar nummar 36, men Kosovo, sum var styrkismett nummar 37, stóð seg betri enn Føroyar.
Føroyska liðið tapti seks dystir, vann ein og spældi tveir javnar. Føroyar vunnu á Skotlandi og spældu 2-2 móti Finnlandi og Kosovo.
Sum heild stóðu føroysku telvararnir seg soleiðis, sum væntandi var. EM er fyri tey stóru londini. Mótstøðan er tí nógv harðari enn til OL fyri ikki at tala um Small Nations. Vit eru hitt einasta av smærru londunum, sum hætta sær við. Eingin av hinum, sum vit kappast ímóti í smálandakappingini, er við í EM.
Helgi
Av tí sama var stórur saknur í Helga Dam Ziska. At Føroyar fara til EM uttan einasta stórmeistaran, kann tykjast at vera møtimikil gerningur. Men hinir eiga rós uppiborið fyri, at teir vóru fúsir at fara undir so stóra avbjóðing uttan hann.
Tað er eingin ivi um, at Helgi hevði gjørt stóran mun í Montenegro. Og úrslitið hevði uttan iva verið eitt annað, hevði hann tikið sløgini á tí ábæra og krevjandi uriaspostinum, sum 1. borð er. Annað er, at hinir høvdu tá eisini kunnað flutt eitt borð longur aftur.
Vit mugu tí vóna - og hálvgum krevja - at Talvsamband Føroya og stórmeistari okkara tosa seg til sættis, soleiðis at Helgi verður okkara sjálvsagdi oddamaður, tá Føroyar skulu kappast móti øðrum londum í altjóða talvkappingum.
Javnt gott
Taka vit endaligu úrtøkuna hjá okkara monnum, sæst, at eingin skaraði framúr, og eingin dumpaði. Tað var á góðari leið, hvørki meira ella minni. Úrslitini broyta lítið og einki styrkitølini.
Høgni var stinnur á 1. borði men hoknaði eitt sindur móti endanum. Martin er Martin. Eitt sindur av cowboytelving er altíð uppií, treyðugt so, men tá ið andin er yvir honum, er hann ikki mjúkur at strúka.
Nakað tað sama kann sigast um Rógva. Hann byrjaði væl, telvaði trygt og sannførandi, hevði ein flottan remis móti sterkum stórmeistara úr Grikkalandi, men hetta, ið líktist einum meira búnum, altjóða sniði í telvingini fánaði so við og við, og til endans sóu vit aftur hin gamla Rógva við meira váðafúsari og kompromisleysari telving.
John
John Rødgaard var kanska bjartasta ljósglæman á liðnum. John hevði eitt rættiliga miseydnað EM seinast, men hesaferð sóu vit John aftur soleiðis, sum vit minnast hann best. Tey, sum hava róð fram undir, at John er farin at eldast, og átti ikki longur at verið sjálvsagdur partur av føroyska landsliðnum, fingu her helst annað at síggja.
Gaman í er hann ikki longur tann John, sum vit minnast frá stórleikadøgum, men hansara tryggi, internationali stílur ber framvegis langt.
Her kunnu hinir - Høgni, Rógvi og Martin - framvegis taka við læru. John er væl skúlaður telvari. Hann hevur størri kunnleika um talv enn hinir - Helgi tó undantikin. Og vitan munar, tá mótstøðan er so stór sum í einari EM-kapping, sjálvt um tú ert blivin 68 ár, og kundi verið pápi at øllum hinum. Eg dugi tí ikki at síggja annað, enn at John verður við aftur, tá Føroyar fara á talvolympiadu í Ungarn í september næsta ár.
Teir, sum tala fyri einum ættarliðsskifti, mugu bara sjálvir bretta upp um armar og vísa í verki, at teir eru betri enn veteranurin. Og vit kunnu kanska hóskandi spyrja nær ættarliðsskiftið kemur. Hvar eru hinir, sum skulu loysa pensjónistin í Esbjerg av? Hvørjir hava eldhugin hjá honum at telva, og drívmegina at fara við til OL, til EM, til Small Nations?
Hesaferð rakk hann teimum 300 landsdystunum fyri Føroyar. Eingin ger honum tað eftir. Filipinski stórmeistarin Eugenio Torre og glataði spælimaðurin av bretsku jómfrúoyggjunum, Bill Hook, sáli, eru kanska teir einastu, sum hava fleiri landsdystir á baki í talvi enn John.
Úrtøkan hjá føroysku telvarunum var henda:
1. Høgni Egilstoft Nielsen 3½/9 (-4,4)
2. Martin Poulsen 3/9 (-7)
3. Rógvi Egilstoft 3½/9 (+ 3,8)
4. John Rødgaard 4/9 (-4,4)
Serbia vann EM, Týskland var nummar tvey og Armenia nummar trý.
Skrivað hevur Súni Merkistein
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2023
Minningarorð yvir Katina Nolsøe
Týsdagin 21. nov. møtti eg Ingvør Nolsøe í miðbýnum, og hon bar mær tíðindini, at
systir hennara, Katrin, var deyð í Keypmannhavn dagin fyri.
Hetta vakti í mær mong minni.
Í august mánaði í 1953 fóru 91 næmingar í skúla í Klaksvík og vórðu skipaðir í
tríggjar flokkar.
Sjálvur kom eg at ganga í 1. c, har ið pápi var flokslærari.
Nær ið henda floksmyndin av okkum er tikin, veit eg ikki vist, men tað man vera í 2.
ella 3. flokki.
Sjálvur standi eg undir liðini á pápa. Í aftastu røð eru hinir dreingirnir: Hjørleif,
Jákup Petur, Idar, Jógvan Martin, Andrias og Petur Jacob, róptur Piddi.
Í miðraðnum standa genturnar: Birta, Svanna, Oddvør og dreingirnir Magni, Leivur,
Markus, Jógvan og Jógvan Martin (úr Haraldssundi).
Fremstar sita genturnar: Margreta, Sigga, Nicolina, Elinborg, Elsba, Eydna, Margit,
Katrin og Magna.
Skúlaskipanin var soleiðis tá, at eftir 5. flokk varð roynd hildin, og úrslitið av henni
gjørdi av, um vit sluppu í millumskúla. Tey, ið ikki stóðu royndina, fóru í 6. og 7.
flokk og so úr skúlanum. Hini hildu fram fýra ár í millumskúlanum og tóku
millumskúlaprógv. Sekstan av hesum árganginum (úr øllum trimum flokkunum)
hildu fram og tóku realprógv í 1963.
Eg minnist bara alt gott um mínar floksfelagar, og Katrin við sínum lætta lyndi
stendur altíð frammarlaga, tá ið eg minnist aftur á barna- og ungdómsár í Klaksvík.
Hon var elst av teimum níggju so fyrikomandi og skapandi børnunum hjá Lis og Eli
Nolsøe. Kvik og skjóttonkt, smílandi og blíðlynt.
Ja, tá ið eg um fjúrtan ára aldur fann fram á sjómansrímuna hjá Hans Andriasi, sum
byrjar við hesum ørindi:
“Katrin býr á strondini, og Katrin hon er fitt,
sunnukvøld í dansinum, eg havi hana hitt.
Katrin læar hjartaliga – dansar lætt av stað –
Katrin býr á strondini, og hon er altíð glað”.
undraðist eg stórliga á, hvussu skaldið mundi kenna henda floksfelaga mín úr
Víkunum.
Onkuntíð mintust vit aftur á tíðina, tá ið vit gingu til, og lestrarbørnini savnaðust
uppi við Spinnaríið, har ið vit spældu einkjumannamaka og onnur spøl, hesum líkt.
Ella tá ið vit dreingir fingu nýggjar súkklur og fóru í flokki út at reika. Tann, sum tá
fekk Katrina upp á viðførisberan, hann var ikki eingin maður.
Katrin kundi sum einki tikið realprógv, vildi hon tað, men hon gavst, tá ið hon hevði
staðið millumskúlaroyndina og vildi sleppa til Keypmannahavnar at royna seg. Óføra
fitt var hon í hondunum og fekk sær útbúgving sum klædnasniðgevi, giftist og setti
búgv uttarlaga á Eysturbrúgv.
Av tí at elsta systir mín, Tóra, búði ikki so langt frá Katrini, hendi tað seg, at vit
hittust av tilvild, og fyri einum tveimum árum síðani hittust vit i miðbýnum í Havn,
og vit buðu henni og tveimum systrum hennara á BRELL dagin eftir. Har fingu vit
eitt stuttligt prát.
Olivur og Elsa tóku í summar stig til, at vit – nú 70 ár vóru liðin, síðan vit fóru í skúla – skuldu hittast 1. august í ár.
Av teimum 91, sum gingu í hesum trimum flokkunum, eru fleiri farin foldum frá, og
onnur hildu seg ikki til at koma. Vit vóru 25, sum møttu.
Anfinnur Heinesen tók ímóti okkum í Varpinum og vísti okkum nýggja
mentanarhúsið í Klaksvík. Síðan varð farið við bussi niðan um býlingin á Uppsølum.
Har varð steðgað, og Andras Sólstein greiddi frá grevstrinum niðri á Toftum við
Borðoyavík og vísti okkum á allar nýggju útstykkingarnar, sum gjørdar eru, síðani vit gingu í barnaskúla.
Aftaná var hugnaligt borðhald í Gamla seglhúsi.
So sjúk Katrin var, vildi hon koma til hesa samkomuløtuna, og eins og vit øll hugnaði
hon sær væl.
Tá ið eg beyð Katrini farvæl, kysti eg hana á ennið.
Nú er hon farin, og vit minnast við takksemi eitt vakurt vinalag.
Árni Dahl
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. november 2023
Farna vikuskiftið andaðist Petur Baldvinsson. Var nakar havnarmaður við stóra H, so var tað Petur
Farna vikuskiftið andaðist Petur Baldvinsson. Var nakar havnarmaður við stóra H, so var tað Petur. Vit hava kenst at kalla alt lívið – serliga høvdu vit eftir skúlatíð í Kommunuskúlanum tætt tilknýti til B36-umhvørvið. Eg kom at kenna teir báðar Petur og Baldvin sera væl.
Petur var sonur Emely hjá Rasmus í Funningsstovu og Sigmund Baldvinsson úr Klaksvík, ið varð róptur Simbe. Petur lærdi til bakara hjá Andriasi í Køkubúðini og fekk seinni útbugving sum kondittari í Íslandi. Tað var øgiliga stuttligt at koma inn í Køkubúðina, har vit vinmennirnir ofta fingu “smagsprøvar” av wienarbreyðum og øðrum góðum.
Hann sigldi eina tíð og arbeiddi síðan bæði á bakarínum hjá Frans og seinni hjá Gunnleivi. Hóast vit lærdu og arbeiddu innan hvør sítt fak, so hittust vit regluliga, serliga innan ítrótt. Mann visti altíð, hvar Petur var, og vit hjálptist altíð at. Seinni arbeiddi hann í mong ár á vegadeildini hjá Tórshavnar kommunu. Har hava vit so havt regluligt samskifti.
Petur var framum alt ein fittur fýrur. Vit vóru nógv saman í ungdómslívinum í Havn. Hann var sera musikalskur og hevði ótrúliga góða sangrødd, dugdi eisini at herma eftir kendum sangarum. Tað var t.d. ein smáting at taka mikrofonina og syngja ein góðan hjá Elvis á pallinum í Tórshøll.
Petur var framúr fótbóltsleikari. Øgiliga kvikur. Hann spældi í álopinum hjá B36 líka frá dreingjaliðnum upp í fyrstu deild. Hann spældi fótbólt líka til ein knæskaði gjørdi, at hann ikki kundi spæla meir. Men tað forðaði honum ikki at stuðla B36, sum hann gekk uppí við lív og sál. Hann var við liðnum til allar dystir kring landið og hevði tað best, tá bæði B36 og Manchester United vunnu.
Petur var hendinga stuttligur, hevði sjáldsama góðan humoristiskan sans og dugdi væl at seta lív í. Hetta eru serliga góð evni at hava í einum stuðulsfelag, hetta at halda vilja og áræði uppi, hóast tað ikki altíð gongst so væl. Her hevði hann heilt serlig evni at vinda stuðlarnar uppá kók, nakað sum bæði fjepparar og leikarar settu prís uppá.
Onkur kallaði hann Føroya elsta tannáring, so nógvur futtur var í honum til dystirnar hjá B36. Hetta helt fram, líka til hann nýliga byrjaði at vikna. Petur átti trý børn, eina dóttir í Keypmannahavn og ein son og eina dóttir í Havn. Gud signið tykkum øll, ið syrgja. Vit lýsa frið yvir minnið um okkara góða vin, Petur Baldvinsson.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. november 2023
Í vikuni andaðist góða vinkona og starvsfelagi okkara. Elsamaria var eitt lívsstykki
Í vikuni andaðist góða vinkona og starvsfelagi okkara, Elsamaria Petersen. Elsamaria var eitt lívsstykki. Hon var stuttlig og hon var ein av teimum drúgvu í starvi hjá Tórshavnar kommunu – fekk heiðursløn frá drottningini fyri 40 ára trúgva tænastu og var í starvinum til hon var 70.
Hon kom upprunaliga av Økrum til Havnar sum 16 ára gomul í 1968. Hon búði hjá beiggjanum Jens Dimon í Sornhúsgøtu og fór so beint til arbeiðis á Bacalao at arbeiða saltfisk. Á Bacalao arbeiddi hon á tí strævnu turkivaktini, sum kundi skifta millum morgunvakt, kvøldvakt og náttarvakt. Arbeiðið var sera strævið og snúði seg mest um at stakka fisk á tremmur til turkingar.
Av Bacalao fór Elsamaria heim á Hafnia at arbeiða hjá Christian Restorff. Har gekk hon til handa, stákaðist í køkinum fyri tað mesta, men tók eisini eina hond í á gongini og við at servera. Hafnia var eitt av góðu matstøðunum tá sum nú. Næsta arbeiðsplássið var í Kiosk Centrum á Tinghúsvegnum. Har gekk øgiliga nógv fólk inn og út, nógv prát og gott høvi at práta við og at koma at kenna fólk.
Eina tíð arbeiddi hon í bókhaldinum hjá Valdemar Lützen, og haðani fór hon at arbeiða hjá Ólavi Mikkelsen sum setari á Fjúrtanda. Tað var, meðan hon arbeiddi har, at Tórshavnar Kommuna søkti eftir einum avloysara fyri Mildrid Dam sum skrivara hjá býarverkfrøðinginum. Poul Guttesen var býarverkfrøðingur og Karter Niclasen var skrivstovustjóri.
Elsamaria kom at arbeiða á Glade Hjørn. Hetta var eitt herligt stað við nógvum lívi. Øll ferðslan í býnum gekk um Glade Hjørn. Á horninum vóru Hansemann, Haasen og Hondarbeiðsbúðin - og beint yvir av var Kondittaríið. Skrivstovan var á aðru hædd og í erva var íbúð.
Hetta var alt fullkomiliga fremmant umhvørvi fyri Elsumariu. Men tað vóru nøkur ting sum gjørdu, at hon skjótt kendi seg heima. Til dømis arbeiddi Mattias Lassen úr Vági á skrivstovuni. Fyrsta morgunin, Elsamaria var til arbeiðis, stóð hon og gjørdi kaffi, tá Mattias gekk framvið henni, gløddi at hesi fremmandu gentuni og spurdi á klingandi suðriarmáli, hvør ert tú? Elsamaria helt hann ljóðaði so suðriskur, at hon kendi seg heima við brestin!
Elsamaria arbeidd millum nógvar menn. Millum teirra vóru Gunnar Hoydal, Vagnar Olsen, Leivur Johannesen, Jákup Joensen og Jákup Lutt. Serliga mintist Elsamaria, at Leivur - sum dugdi sera væl at herma og siga frá - mangan kundi bjarga degnum við góðum skemti. Jólafrokostarnir vóru tiltiknir stuttligir.
Uppgávan hjá Elsumariu var tá at skriva brøv, avgreiða og journalisera. Elsamaria skuldi bara vera avloysari í eitt ár. Tá dagurin nærkaðist, at hon skuldi pakka saman, kom Líggjas Joensen, sum var leiðari á roknskapardeildini, at spyrja, um hon kundi koma at arbeiða hjá honum. So Elsamaria fór ongantíð úr starvinum og tað eina árið bleiv skjótt til hálva øld.
At Elsamaria tókst við akkurát hetta arbeiðið í so mong ár er als ikki av tilvild kortini. Hon gjørdi nógv við at førleikamenna seg og tók nógv skeið á Kvøldskúlanum innan bókhald, roknskap, stenografi og føroyskt.
Eitt tað besta ítrivið var bindiklubburin. Børn og ommubørn átti hon, sum eru fødd og uppvaksin í Danmark, so tey sá hon oftast í feriutíð. Hon búði sum sagt fyrst í Sornhúsgøtu, flutti haðani í kjallaran hjá Dáva Samuelsen á Gripsvegnum, og búði seinni í Vallaratúni.
Hon flutti í Ranagøtu á Norðasta Horni, elskaði at búgva so nær náttúruni. At man ikki sá út á sjógv á Norðasta Horni gjørdi einki, tí sum hon tók til, so hevði hon sæð ovmikið av sjógvi á Økrum.
Elsamaria starvaðist hjá Tórshavnar kommunu frá 15. november 1973. Tað er hálv øld síðan. Hon var avbera fjølbroytt og røkti nógvar ymiskar uppgávur, var skrivari á teknisku deild, protokolførari, hevði roknskap, lønarflytingar, rættlestur, journalisering og so framvegis. Hon hevði altíð eitt opið sinni og var løtt at samstarva við.
Elsamaria var eitt avbera ábyrgdarfult, sera álítandi, vællýtt og stuttligt starvsfólk, sum altíð tordi at siga sína hugsan. Vit fara at minnast hana við sakni og drýpa høvur í sorg og samkenslu við tykkum, ið mist hava. Máttu tit funnið onkran ugga í, at vit øll inniliga syrgja við tykkum.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. november 2023