Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 16. desember 2023 | Nr. 50 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

- Føroyingar megna at gera dreymar til veruleika

SíÐa 2

1 Leygardagur 16. desember 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Framtíðin kemur

Komandi vikan verður heilt serlig fyri sandoyingar – og føroyingar yvirhøvur.

Tá verður fjórði undirsjóvartunnilin í Føroyum latin upp fyri almennari ferðslu.

Í nógv harrans ár hevur hesin dagur verið eitt stavnhald hjá íbúgvum á Sandoynni. Eftir at Vágar og Norðoyggjar fingu sín tunnil, og sandoyingar kundu staðfesta hvønn ovurstóran týdning henda ferðsluæðrin hevur havt fyri hesi økini, er langtanin eftir einum tunnli til Sandoyar bara vorin alsamt sterkari.

Og nú hendir tað so – ein stórfingin jólagáva, ikki einans til teir 1.242 íbúgvarnar í Sandoynni, men til øll fólk í Føroyum. Vit fegnast og ynskja sandoyarfólki til lukku við fasta sambandinum.

Tí tað má ásannast, at við Sandoynni sum ein partur av meginøkinum lata nógvir møguleikar seg upp, møguleikar, sum hava verið darvaðir av tí fløskuhálsi, ið eitt sjóvegis samband altíð vil hava.

Men samstundis, sum sandoyarfólk fáa fast vegasamband við restina av Føroyum og teimum møguleikum, sum tað hevur við sær, so fær restin av Føroyum, og har við í prinsippinum restin av verðini eisini, óavmarkaða atgongd til Sandoynna. Vit kunnu koma og fara sum okkum lystir – við øllum tí góða og minni góða, sum tað kann hava við sær.

Undan hesum stóra hátíðardegi fyri sandoyingar loyva vit okkum at spyrja, og kanska ivast eitt lítið sindur í, um Sandoyggin er til reiðar at taka ímóti hesi avbjóðingini?

Vit hava hug at ivast. Spennandi verður at síggja hósdagin og komandi dagarnar og vikurnar, hvussu skilið verður í oynni. Hvat oyggin fer at gera við allar bilarnar, sum vilja sleppa at royna tunnilin og uppliva hesa vøkru oyggj á háveturstíð. Hvar skulu allir bilarnir vera? Onkur sandoyingur fer kanska í tí stilla at ynskja hesa ferðsluna har piparið grør...

Hiðani úr miðstaðarøkinum – kallað tað bara kontórshavn – loyva vit okkum at ivast í, um sandoyarfólk hava gjørt nóg mikið til tess at møta avbjóðingunum, ið fylgja við at vera blivin partur av meginøkinum.

Eitt nú undra vit okkum yvir, at oyggin ikki enn hevur skipað seg í eina kommunu. Fyri uttanfyristandandi vildi einki annað verið meira natúrligt.

Hetta gav at bíta nú tað frættist, at Sands kommuna hevði leitað sær til Havnar til tess at uppfylla treytirnar fyri tilbúgvingini og trygdini í tunnlinum. Hvat? spurd vit, hevur oyggin ikki eitt felags sløkkilið? Ivaleyst ikki.

Vit loyva okkum at spyrja: Átti onkur myndugleiki ikki at kravt av kommununum í oynni, at tey skipaðu eitt felags sløkkilið áðrenn byrjað var at bora?

At halda, at bara kommunurnar, hvør í sínum lagi, hava nóg mikið av grundstykkjum at bjóða til sølu, so verður framtíðin bjørt, virkar bláoygt.

Skal Sandoyggin draga førleikadrúgvar borgarar at seta búgv sunnan fyri Skopunarfjørð, so skal meira til enn eitt bíligt grundstykki. Nútíðar alheimsborgarar seta krøv. Vissu um tryggleika, veitingartrygd og góðsku í kommunalu tænastunum, ikki minst barnaansingini, skúlanum og eldrarøktini. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3531

    Lisnar síður: 12673

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 16. desember 2023

- Føroyingar megna at gera dreymar til veruleika

Skotskir politikarar hava sum nakrir av teimum fyrstu roynt nýggja Sandoyartunnilin, nú fáar dagar innan hann verður tikin í nýtslu. Teir eru ikki sørt hugtiknir av hesi risastóru verktætlanini, ið teir halda fer at gera lívið lættari og betri hjá íbúgvunum í Sandoynni

Angus Brendan MacNeil og Ronnie Cowan tinglimir úr Skotlandi her saman við stjóranum í Eysturoyar-Sandoyar tunlunum, Teiti Samuelsen, staddir sandoyarmegin tunnilin (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Um somu tíð sum fjórði undirsjóvartunnilin verður tikin í nýtslu í Føroyum, tosa tey í Skotlandi um, hvussu tey kunnu læra av føroysku royndunum at menna undirstøðukervið við eitt nú tunlum heldur enn ferjum.

Skotland hevur í dag ongan undirsjóvartunnil. Slíkir høvdu annars gjørt lívið betri hjá mongu av oyggjabúgvunum, og til tess at fáa íblástur hava tveir av tinglimunum í bretska parlamentinum umboðandi Skotland, júst vitjað í Føroyum, saman við føroysku sendikvinnuni í Bretlandi, Kate Sanderson.

[object Object]Úr bretska parlamentinum til Gomlurætt. Angus MacNeil og Ronnie Cowan fegnast um menningina av føroyska undirstøðukervinum (Mynd: Jan Müller)

Angus Brendan MacNeil úr Ytru Hebridunum og Ronnie Cowan úr Inverclyde á vestursíðuni í Skotlandi vóru so hepnir at kunna royna nýggja Sandoyartunnilin saman við stjóranum fyri hesi stóru tunnilsverkætlanini, Teiti Samuelsen.

Og Angus, sum hevur vitjað í Føroyum sjey ferðir, hevur ilt við at finna orðini, nú hann fyri fyrstu ferð stígur á sandoyarjørð.


[object Object]Angus MacNeil úr Ytru Hebridunum og valdur í bretska parlamentið seinastu 16 árini, er ovfarin av og øvundar Føroyum slíkar verkætlanir sum Sandoyartunnilin, ikki minst tá hann fær at vita frá stjóranum fyri verkætlanini, at ein stórur partur av øllum arbeiðinum er gjørt av føroyskum fyritøkum og føroyingum (Mynd: Jan Müller)


- Vit eru ómetaliga hepnir at sleppa a síggja og royna henda ótrúliga tunnilin, nú so stutt áðrenn hann verður tikin í brúk. At tit hava bygt ein 10 kilometrar langan undirsjóvartunnil, sum bindur saman tvær oyggjar, og har tað í Sandoynni einans búgva 1.200 fólk, er bara so einastandandi.   

Angus MacNeil vísir á, at føroyingar her hava megnað at gera ein dreym til veruleika.

- Hetta er eitt framúr gott verkfrøðingaarbeiði, men hetta byggir so sanniliga fyrst og fremst á nakað, sum finst í høvdunum hjá fólki – ein tráðan eftir við egnari megi at gera tað meira liviligt í egnum landi. Hetta snýr seg um vilja og treiskni og dugnasemi.

[object Object]Skotskir politikarar her vitni til søguligar broytingar í Føroyum, har undirsjóvartunnil avloysir gomlu ferjuleguna (Mynd Jan Müller)


Angus MacNeil ivast ikki í, at føroyingar eftir henda tunnilin fara undir at gera ein 23 kilometrar langan tunnil til Suðuroyar og spyr eitt sindur skemtandi, hví ikki eftir tað eisini gera ein til Skotlands.

- Eg havi vitjað í Føroyum fleiri ferðir og kann bert staðfesta, at tit eru harrar í egnum landi. Hetta er meira enn tos og orð, tað er veruleiki. Og hetta kemst fyrst og fremst av, at tit ráða yvir egnum avgerðum og skulu ikki til at spyrja onnur í øðrum landi, hvat er best fyri tykkara land og fólk. Eg øvundi tykkum henda møguleika.

Við hesum sipar Angus MacNeil til støðuna hjá mongu oyggjunum í Skotlandi, sum allar mugu byggja sína framtíð á avgerðir, ið oftani verða tiknar aðrastaðni og her ikki minst í London.

[object Object]- Vit hava nógv at læra av føroyingum, sigur Angus MacNeil her saman við Teiti Samuelsen, tá teir royndarkoyra Sandoyartunnilin. Mynd Jan Müller


Eisini hansara starvsfelagi í bretska tinginum, Ronnie Cowan frá Inverclyde í Skotlandi er hugtikin av bæði Sandoyartunlinum men ikki minst av náttúruni her.

- Hetta er fyrstu ferð eg vitji í Føroyum og má siga, at tit eiga eitt ótrúliga vakurt land, sigur hann, nú góða veðrið í Sandoynni henda dagin við sól og kava, ikki gjørdi løtuna minni áhugaverda.

- Hetta er einki minni enn eitt bragd av einum byggiverki, sum heilt fer at kollvelta lívið hjá fólkunum í hesi oynni eins og geva øllum føroyingum eitt størri land.

Undir vitjanini í Sandoyartunnlinum kundi sjálvur stjórin fyri hesi verkætlan, Teitur Samuelsen sum bilførari og frásøgumaður, kunna teir skotsku gestirnar um verkætlanina.

Hon heldur seg innan fyri bæði tíðar- og fíggjarligu karmarnar. Gestirnir fáa at vita, at Eysturoyar- og Sandoyar tunlarnir eru ein verkætlan. Og orsøkin til at tað letur seg gera at byggja Sandoyartunnilin til eina oyggj við so avmarkaðum tali av fólki er tann, at nógva ferðslan í Eysturoyartunnlinum skal vera við til at fíggja tunnilin millum Sandoynna og Streymoynna.

Og teir vera ikki sørt kløkkir, tá teir hoyra, at henda verkætlan, sum er sera stór í føroyskum høpi, kostar hvørjum mansbarni í Føroyum 5.000 pund.

- Vit fara nú heimaftur av deila við onnur í Bretlandi okkara íblástur og vitan frá hesi kanningarferðini sigur ein væl nøgdur Angus Brendan MacNeil, sum hevur ein týðandi leiklut í bretska parlamentinum sum formaður í Føroyanevndini eins og umhvørvis- og veðurlagsnevndini. 

Undir vitjanini høvdu gestirnir eisini høvi at vitja SEV, Bakkafrost, Løgtingið og MEST. 

[object Object]Undir vitjanini tosaði Angus MacNeil eisini við skotska sjónvarpsrás, sum hevði stóran áhuga fyri nýggja Sandoyartunlinum (Mynd: Jan Müller)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2023

3 Leygardagur 16. desember 2023

Ókeypis at koyra gjøgnum Sandoyartunnilin fyrstu tíðina

Eins og tá Eysturoyartunnilin lat upp í 2020, verður Sandoyartunnilin, sum letur upp 21. desember, ókeypis tær fyrstu vikurnar

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tá Eysturoyartunnilin lat upp fyri almennari ferðslu fyri trimum árum síðani, var tað ókeypis at koyra gjøgnum tunnilin ta fyrstu tíðina, og so verður eisini, tá Sandoyartunnilin letur upp 21. desember.

Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eysturoyar- og Sandoyartunlum.

Eysturoyartunnilin var ókeypis frá hann lat upp 19. desember 2020 og fram til 10. januar árið eftir - í 23 dagar, og so leingi verður Sandoyartunnilin eisini ókeypis

Hetta merkir, at tað verður ókeypis at koyra í Sandoyartunlinum til og við 12. januar 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2023

4 Leygardagur 16. desember 2023

Ikki grundarlag fyri at staðfesta, at Føroya Tele hevur brotið kappingarlógina

Føroya Kærustovnur hevur broytt eina avgerð hjá Kappingarráðnum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á fundi 24. juli avgjørdi Kappingarráðið, at Føroya Tele hevði brotið kappingarlógina í sambandi við, at Spf. Tosa í 2017 fekk boðið atgongd til farnetið og veitingar frá Føroya Tele, men eftir at hava viðgjørt kæru frá Føroya Tele í farnu viku, er Føroya Kærustovnur komin til eina aðra niðurstøðu.

Kappingarráðið mett, at Føroya Tele við sínum tilboði hevði misnýtt sína ráðandi støðu á marknaðinum, men tað er ikki grundarlag fyri at staðfesta, at Føroya Tele hevði eina ráðandi støðu á marknaðinum, sigur Kærustovnurin.

Í grundgevingini hjá Føroya Kærustovni stendur m.a.:

– Avgerðin er grundað á, at tað við støði í upplýsingunum í málinum ikki er grundarlag fyri at staðfesta, at Føroya Tele hevði eina ráðandi støðu á marknaðinum fyri heilsølu av FullMVNO tænastum innan fartelefoni í Føroyum, og treytin um ráðandi støðu í grein 11, stk. 1 í kappingarlógini, er sostatt ikki lokin.

Avgerðin hjá Føroya Kærustovni kann skjótast inn fyri Føroya Rætt innan átta vikur, og Kappingareftirlitið viðger í løtuni spurningin um málið skal roynast í rættarskipanini, skrivar Kappingareftirlitið í tíðindaskrivi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2023

5

Størv

Nettøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024

Dataleiðari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 13. oktober 2024

Roðin søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum til demensdeildina, Suðurstovu.

Meira Umsóknarfreist: 17. oktober 2024

Barsilsstarv sum verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum

Meira Umsóknarfreist:

Løgfrøðiligur málsviðgeri við ábyrgd fyri talgildan

Meira Umsóknarfreist: 14. oktober 2024

Grafisk designer till kommunikationsavdelning

Meira Umsóknarfreist: 31. oktober 2024

Góðskuleiðari til kryvjivirkið á Strondum

Meira Umsóknarfreist: 25. oktober 2024

Deildarleiðari til Byggimálsdeildina

Meira Umsóknarfreist: 21. oktober 2024

Tvey vísindafólk ella tveir verkfrøðingar til dátuvísindi

Meira Umsóknarfreist: 15. oktober 2024

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Meira Umsóknarfreist: 27. oktober 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Kervistøkningur til Elektron

Meira Umsóknarfreist: 20. oktober 2024
6 Leygardagur 16. desember 2023

Løgmaður á fundi við von der Leyen

Hitti ES-nevndarforkvinnuna hósdagin á felagsfundi við Mette Frederiksen og Múte B. Egede

(Mynd: Løgmansskrivstovan)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Aksel V. Johannesen, løgmaður, var hósmorgunin á fundi við ES-nevndarforkvinnuna Ursula von der Leyen í Brússel.

Á fundinum umrøddu løgmaður og ES-nevndarforkvinnan, hvussu Føroyar og ES kunnu styrkja samstarvið. Føroyar eru partur av Evropa, og løgmaður legði á fundinum dent á, at geopolitiska støðan økir týdningin av tættari samstarvi við ES, skrivar Løgmansskrivstovan.

- Fara at síggja ítøkilig úrslit

Løgmaður vísti somuleiðis á breiða politiska ynskið í Føroyum um at styrkja yvirskipaða samstarvið við ES og at betra um marknaðaratgongdina fyri virkaðar fiskavørur.

- Vit høvdu ein góðan og gevandi fund. Eg greiddi ES-nevndarforkvinnuni frá føroysku støðuni og okkara ynskjum. Eftir fundin haldi eg, at tað er týðiligt, at ES er sinnað at styrkja um samstarvið, og eg eri bjartskygdur um, at vit fara at síggja ítøkilig úrslit, sigur løgmaður.

Seinasta árið hevur verið arbeitt við at orða eina avtalu um ein yvirskipaðan samstarvskarm um viðurskiftini millum Føroyar og ES. Arbeiðið er nú komið so langt, at vónandi er komið á mál tíðliga í komandi ári.

Løgmaður nýtti somuleiðis høvið at bjóða ES nevndarforkvinnuni til Føroya á vitjan.

Hetta er fyrstu ferð, at Føroya løgmaður er á fundi við forfólkið fyri ES-nevndina.

Á fundinum luttóku eisini danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2023

7 Leygardagur 16. desember 2023

Fyrstu sjúklingarnir fluttir inn í H-bygningin

Týsdagin stóðu fyrstu skurðseingjastovurnar í H-bygningum klárar at taka í nýtslu. Longu dagin eftir fluttu sjúklingarnir inn

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum hýsir nú sínum fyrstu sjúklingum.

Týsdagurin 12. desember var ein serligur dagur, tí fyrstu skurðseingjastovurnar í H-bygninginum stóðu klárar at takast í nýtslu. Longu dagin eftir fluttu sjúklingarnir inn.

Talan er um eina av skurðseingjadeildunum, ið er flutt úr elsta bygninginum á Landssjúkrahúsinum, eisini kallaður A-bygningurin, til tann nýggjasta bygningin. Hetta er ein týdningarmikil hending, ið er og fer at vera ein av merkisløtunum í hesari verkætlanini.

H-bygningurin er útgjørdur við góðum og nýmótans umstøðum, ið bæði betra um sjúklingagongdina og arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum.

Køkurin flutti inn í august, endurvenjingarhølini vórðu tikin í nýtslu í september og nú umsíðir húsast sjúklingar á skurðseingjadeild í H-bygninginum. 

Myndirnar hesa merkisløtuna tók Ólavur Frederiksen. Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2023

8 Leygardagur 16. desember 2023

Andstøðan ótolnast eftir at stig verða tikin

Løgmaður gevur Heilsumálaráðnum tíð til koma við frágreiðing um hví upplýsingar vórðu hildnir aftur fyri Løgtingsins Umboðsmanni, áðrenn hann tekur støðu til málið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er undir hørðum trýsti frá andstøðuni á tingi, sum ótolnast eftir, at okkurt hendir eftir at Løgtingsins Umboðsmaður kom við eini óvanliga álvarsligari átalu móti Heisumálaráðnum fyri at hava hildið upplýsingum aftur.

Týsdagin vóru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni á Løgtingið, og allir tríggir andstøðuflokkarnir nýttu høvið til at seta løgmanni spurningar um júst hetta málið.

Løgmaður greiddi frá, at hann so skjótt, sum hann fekk kunnleika til hetta málið, bað um at fáa eina frágreiðing frá Heilsumálaráðnum og Margit Stórá, landsstýriskvinnu við heilsumálum.

Tá hesi hava fingið høvi til at geva løgmanni eina frágreiðing, fer hann at taka støðu til hvat víðari skal henda, segði løgmaður.

Andstøðutinglimir øtast við, at tað verður bíðað so leingi, og óttast fyri, at endamálið er at draga málið út. Hví bíðar løgmaður til seinasta yrkadag undan jólum til at koma við svarinum? Hví fáa tey 15 dagar til at koma við svari upp á eina so álvarsliga átalu? spurdu andstøðulimir, meðan løgmaður stuðlaður av samgongutinglimum vístu á góðan fyrisitingarsið, og heittu á andstøðuna um at lata vera við at skunda á fyri at fáa persónar “krossfestar” í hesum máli.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, vísti aftur, at talan er um at draga málið út. Hann lovaði tinginum, at “málið verður koyrt eftir bókini”. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2023

9 Leygardagur 16. desember 2023

Vitlíki er ársins orð

Onnur orð, sum vóru í uppskoti vóru havnarstongsul, ja takk-tilboð, og lønarlyft

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ársins orð 2023 gjørdist "Vitlíki".

Tað varð kunngjørt í Útvarpinum í fríggjamorgunin.

Seinastu tíðina hava lurtarar sent inn uppskot um ársins orð, og 10 orð vórðu vald úr rúgvuni. Tey vóru: avgjald, fótfjøtur, gongugjald, havnarstongsul, heimloysi, ja takk-tilboð, lønarlyft, tingkvinna, tøkugjald, og vitlíki.

Dómsnevndin, sum skuldi velja ársins orð, varð mannað av Lenu Reinert, limur í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk, og Jastrid á Dalbø, næstforkvinna í felagnum Føroyamál.

Jón Brian Hvidtfeldt helt, at havnarstongsul skuldi vera ársins orð, meðan Jastrid á Dalbø peikaði á vitlíki. Lena Reinert, ið átti avgerðandi atkvøðuna, peikaði síðani eisini á vitlíki, ið er føroyska orðið fyri AI (artificial intelligence).

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2023

10
Leygardagur 16. desember 2023

Norðborg avreiddi fyri mest í 2022

Nýtt áhugavert yvirlit yvir ognarviðurskiftini í fiskivinnuni liggur nú alment

Norðborg (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nótaskipið Norðborg hjá reiðarínum Palli hjá Mariannu var tað skipið, sum avreiddi nógv mest í fjør. Avreiðingarvirðið hjá Norðborg var góðar 263 milliónir krónur.

Tað er eitt partafelag, ið eigur Pf. Hvalnes, sum eigur Norðborg. Eigari í Hvalnesi er eitt annað partafelag Pf. Frá 5. juni 1992. Eigari av hesum felag er Pf. Palli hjá Mariannu. Eigarar í Pf. Palli hjá Mariannu eru fýra holdingfeløg Spf. PhM Holding 1, 2, 3 og 4. Og eigarar hjá hesum feløgum eru ávikavist Kristian Martin Rasmussen, Jón Rasmussen, Eyðun Rasmussen og Bogi Rasmussen.

Áhugavert yvirlit

Upplýsingarnir eru tiknir úr áhugaverda ognaryvirliginum yvir fiskivinnuna í Føroyum, sum Vørn júst hevur almannakunngjørd.

Vørn hevur latið hetta yvirlitið gjørt saman við Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Í yvirliginum síggjast hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum pr. oktober 2023. Harumframt fevnir yvirlitið um, hvussu avreiðingarvirðið í 2022 var býtt millum samtøk, feløg ella einstaklingar.

Yvirlitið fer síðani at verða dagført á hvørjum ári, skrivar Vørn.

Endamálið er at tryggja gjøgnumskygni um, hvør eigur fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu avreiðingarvirðið er býtt.

Vit hava kagað í yvirlitið, og funnið fram til tey skipini, sum avreiddu fyri yvir 100 milliónir krónur í 2022:

Norðborg 263,4
Fagraberg 190,2
Finnur Fríði 188,8
Gøtunes 187,3
Akraberg 180,0
Chr. í Grótinum 172,2
Enniberg 171,5
Tróndur í Gøtu 169,9
Høgaberg 154,8
Arctic Voyager 134,5
Gadus 128,9
Birita 116,6
Ango 107,9
Sjúrðaberg 105,9
Norðingur 100,3

Í yvirlitinum eru eisini teknað upp, hvussu eigaraviðurskiftini hjá teimum ymisku skipunum í teimum ymisku samtøkunum síggja út.

Í summum førum er tað einfalt, sum tildømis, ognarviðurskiftini í útróðrarbátinum Sævarenni:

[object Object]

Í øðrum førum kann tað vera ein avbjóðing at finna út av ognarviðurskiftunum. Til dømis í samtakinum hjá Hanus Hansen í Klaksvík:

[object Object]

Her sæst útgávan Ognarlutir í fiskivinnuni   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2023

11 Leygardagur 16. desember 2023

Lokking og avnoyðsla er nú lógarbrot

Lógin varð einmælt samtykt í løgtinginum

(Modellmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú er revsivert at fremja kynsliga avnoyðslu ella at lokka børn og ung við ætlan um at fremja kynslig brotsverk.

Løgtingið hevur einmælt samtykt at broyta revsilógina um kynsliga avnoyðslu og lokking. Hetta inniber, at lokking og kynslig avnoyðsla vera kynslig brotsverk í Føroyum, eins og tey eru í nógvum øðrum londum.

Áðrenn broytingina var mett at revsilógin ikki í nóg stóran mun hevði fylt við talgildu menningini og talgilda veruleikanum. Undanfarna lóggáva gjørdi tað torført hjá ákæruvaldinum at lyfta próvbyrðuna í sambandi við lokking og avnoyðslu, og tí er henda tíðarhóskandi broytingin nú framd.

- Hetta er eitt stórt fet ímóti at verja børn og ung, tá ið tey ferðast á netinum, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sum fegnast um, at løgtingið einmælt samtykti uppskotið.

Tíðindaskriv frá Løgmálaráðnum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2023

12 Leygardagur 16. desember 2023

Poul Hansen 10,3 milliónir í avlopi

Ein av stóru heilsølunum í Føroyum hevði í fjør besta árið í fýra ár

(Mynd: Ph.fo)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Poul Hansen er ein av stóru heilsølunum í Føroyum, sum harumframt eigur matvøruhandlar runt landið, umframt eigur í øðrum føroyskum vinnufyritøkum.

Árið 2022 hilnaðist væl hjá Pf. Poul Hansen, sum hevði besta úrslitið í fýra ár.

Rakstrarroknskapurin

Roknskapurin 2020 vísir, at nettosølan øktist úr 348 milliónum í 2021 til 375 milliónir krónur i 2022. Vøksturin í søluni var 8 prosent.

[object Object]

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2022, eisini nevnt ebitda, var 14,1 milliónir krónur, sammett við 11,6 milliónir í 2021,  sum er ein vøkstur á 21 prosent.

Ársúrslitið í 2022 gjørdist eitt avlop á 10,3 milliónir krónur sammett við 7,6 milliónir í 2021. Vøksturin í ársúrslitinum var 35 prosent.

Fíggjarjavnin

Fíggjarjavnin hjá Pf. Poul Hansen er øktur úr 316 milliónum í 2021 til 349 milliónir krónur í 2022.

Støðisognirnar eru øktar úr 228 í 2021 til 256 milliónir krónur í 2022.

Pf. Poul Hansen er sera væl fyri fíggjarliga, har eginognin í 2022 er 254 milliónir krónur. Trygdarevnið er tískil 73 prosent, sum verður roknað at verða sera gott.

[object Object]

Langfreistaða skuldin var í 2022 11,5 milliónir sammett við 12,5 milliónir krónur í 2021.

Stuttfreistaða skuldin er økt úr 47,8 í 2021 til 71,6 milliónir krónur í 2022.

Gjaldførið er eisini rímiliga gott, við tað at gjaldførislutfallið var 130 prosent í 2022, sammett við 180 prosent í 2021.

Samanumtikið er talan um ein góðan roknskap, har raksturin er góður í 2022 og felagið er væl fyri fíggjarliga..

Høvuðspartaeigari í Pf. Poul Hansen er sambært roknskapinum Høgni Hansen, sum eisini er stjóri í felagnum. Nevndarformaður er Bjarne Pedersen Bak.

Les eisini: P/F Poul Michelsen 7,5 millónir í avlopi 

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2023

13
Leygardagur 16. desember 2023

Smyril Line yvirtikið Glyvursnes

Við yvirtøkuni av Glyvursnesi, eigur Smyril Line øll seks skipini í flotanum

(Mynd: Smyril Line)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Týsdagin yvirtók Smyril Line Glyvursnes á Fayard skipasmiðjuni í Munkebo í Danmark.

Smyril Line hevur keypt farmaskipið "Seagaard" frá finska reiðarínum Bore Ltd. Glyvursnes er nú skrásett í FAS, og verður liggjandi á skipasmiðjuni til 30. desembur, tá kósin verður sett móti Føroyum.

Skipið varð bygt í Týsklandi í 1999, og er 153,5 metrar langt og 20,6 metrar breitt.

Skiparar á Glyvurnesi eru Óli Hammer úr Havn og Eljón Poulsen ættaður úr Ljósáum, búsitandi í Kaldbak.

Glyvursnes skal røkja rutuna, sum "Mistral" hevur røkt millum Havnina, Þórlakshöfn og Hirtshals.

Við yvirtøkuni av Glyvursnesi, eigur Smyril Line øll skipini í felagnum.

[object Object](Mynd: Smyril Line)

[object Object]
(Mynd: Smyril Line)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2023

14 Leygardagur 16. desember 2023

Lærarar fáa eisini stóra lønarhækkan

Samanlagt 12,7 prosent í lønarhækkan yvir trý ár

(Mynd: Skúlablaðið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinasta fríggjadag komu Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið ásamt um ein sáttmála galdandi í trý ár, galdandi til 2024.

Semjan er fyri trý ár við hesi lønarhækkingini:

1. oktober í 2022 hækka mánaðarlønirnar 3,80 prosent
1. oktober í 2023 hækka mánaðarlønirnar 4,20 prosent
1. oktober í 2024 hækka mánaðarlønirnar 4,70 prosent

Tað er samanlagt 12,7 prosent í lønarhækkan yvir trý ár.

Afturat lønarhækkingini er semja um millum annað førleikaviðbøtur, broyttar flokkingar fyri skúlastjórar og lærugreinaráðgevar, fundarsamsýning fyri fundir uttan fyri skúlan og betri treytir fyri barnsferð.

[object Object](Mynd: Skúlablaðið)

Semja er eisini um, at partarnir seta seg saman at gera neyðugar tillagingar til skúlaárið 2024/25, so fleiri lærarar verða settir í fast starv, og at vikarar fáa fasta setan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2023

15 Leygardagur 16. desember 2023

Hægri inntøkumark hjá fólkapensjónistum

Í dag kunnu fólkapensjónistar tjena upp til 45.000 krónur um árið, uttan at mótroknað verður í pensjónini. Við samtyktu lógini verður upphæddin frameftir 61.900 krónur

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Løgtingið hevur í vikuni samtykt uppskotið, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum, legði fyri Løgtingið fyrr í heyst um at hækka inntøkumarkið hjá fólkapensjónistum.

Tað merkir, at komandi ár kunnu fólkapensjónistar hava hægri inntøkur, áðrenn pensjónin byrjar at lækka. Í dag kunnu fólkapensjónistar tjena upp til 45.000 krónur um árið, uttan at mótroknað verður í pensjónini. Við samtyktu lógini verður upphæddin frameftir 61.900 krónur, sum er sama upphædd, ið var galdandi áðrenn 2020.

Broytingin fer at hava við sær, at fólkapensjónistar, sum arbeiða, og fólkapensjónistar, ið hava privatar pensjónir, fara at fáa hægri fólkapensjón. Tað verða áleið 2.000 til 3.000 pensjónistar, ið fara at fáa ágóðan av broytingini, harav tey flestu fara at fáa umleið 3.000-4.000 kr. meira um árið í fólkapensjón.

Sirið Stenberg vísir á, at hetta er eitt mál, sum fyllir nógv hjá pensjónistum, og tað eru fleiri, sum síggja markið sum eina forðing í sambandi við teirra arbeiðslív. Samtykta lógin er tí ein góður bati, sum munar hjá nógvum pensjónistum, sigur Sirið Stenberg.

Tíðindaskriv frá Almanna- og mentamálaráðnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2023

16 Leygardagur 16. desember 2023

Prosjekteringin av Kalsoyarferjuni boðin út

Fyritøkurnar Mest og Knud E. Hansen eru undangóðkendar at lata tilboð inn. Væntandi verður sáttmáli um prosjekteringina undirskrivaður fyri nýggjár

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Strandfaraskip Landsins hava nú boðið prosjekteringina av Kalsoyarferjuni út. Tvær fyritøkur blivu undangóðkendar at lata tilboð inn, og eru hesar Mest og Knud E. Hansen.

- Tað frøir okkum, at hesar báðar fyritøkurnar, ið hava hollar royndir við at prosjektera skip, eru til reiðar at tekna okkara nýggju ferjur, sigur Niels Juel Arge, stjóri í Strandferðsluni.

Prosjekteringin fevnir eisini um Fugloyar- og Svínoyarferjuna, sum er nakað minni í stødd enn Kalsoyarferjan.

- Eg fegnist um, at vit nú seta ferð á arbeiðið at endurnýggja strandferðsluflotan. Tað er ein stórur fyrimunur at prosjektera bæði skipini um eina leið, tí so koma tey at líkjast í sniði og skapi og í mun til tilfar og slag av útgerð. Í fyrstu syftu er tað Kalsoyarferjan, ið skal fyrireikast og gerast klár til bygging, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum.

Freistin at lata tilboðini inn er 22. desember. Sáttmáli um prosjekteringina verður undirskrivaður við vinnandi fyritøkuna 28. desember.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2023

17 Leygardagur 16. desember 2023

Útlendingur skal 30 dagar í fongsul

Og hareftir skal hann ikki vísa seg í Føroyum í trý ár, fyri at fremja harðskap móti tollara

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Útlendingurin, sum sunnudagin varð handtikin eftir at hava lagt á ein tollara á flogvøllinum, sleppur ikki aftur til Føroya komandi trý árini eftir at hann hevur sitið dómin.

Maðurin, ein tilkomin eysturevropeari, sum kom higar í arbeiðsørindum, varð framstillaður fyri dómara, og fekk ein sokallaðan straksdóm á 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Tá hann hevur sitið dómin verður hann vístur av landinum við boðum um ikki at vísa seg aftur tey fyrstu trý árini.

Tað var onkur ósemja við tollaran á flogvøllinum, sum førdi til, at ferðamaðurin gjørdist so illur, at tað gjørdist áfast millum teir báðar.

- Hevði tað bara verið, at maðurin hevði rópt ella okkurt tílíkt, so kundi hann sloppið undan slíkum dómi. Men maðurin tók í tollaran á ein hátt, sum ikki kann lýsast øðrvísi enn harðskapur. Og tá er talan um brot á revsilógina, og í slíkum førum er lóggávan eirindaleys móti útlendingum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Hann greiðir eisini frá, at hetta var eitt tað rættarmálið, sum varð best upplýst, tí vísast kundu myndir frá vakmyndatólum, sum úr fleiri vinklum vístu hvat tað var, sum hendi. Vitni til hendingina vórðu eisini førd fram í rættinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2023

18 Leygardagur 16. desember 2023

Gott 54.500 fólk búðu í Føroyum 1. november

Tað er eitt prosent meira enn fyri einum ári síðani, vísa tøl frá Hagstovuni

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

1. november búðu 54.557 fólk í Føroyum, ein vøkstur á eitt prosent - 545 persónar - í mun til fyri einum ári síðani, skrivar Hagstovan.

Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi - munurin millum fødd og deyð - á 196 og eini nettoflyting - munurin millum tilflyting og fráflyting - á 349 fólk.

Tórshavn og Klaksvík hava størsta vøksturin
Í teimum trettan kommununum, sum hava fleiri enn 1.000 íbúgvar, vaks fólkatalið mest í tali í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu, meðan Nes kommuna hevði størsta lutfalsliga fólkavøksturin seinasta árið.

Í trimum av teimum trettan kommununum er fólkatalið tó minkað seinasta árið. Tað var í Tvøroyrar, Sørvágs og Vágs kommunu.

Av teimum sekstan kommununum við færri enn 1000 íbúgvum vaks fólkatalið mest í Sands og Eiðis kommunu, meðan fólkatalið minkaði mest í Hvalbiar og Porkeris kommunu, skrivar Hagstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2023

19 Leygardagur 16. desember 2023

28.200 løntakarar í november

Hetta svarar til ein vøkstur á 0,8 prosent, skrivar Hagstovan – meginparturin av vøkstrinum í november er útlendskir ríksborgarar, ið eiga 86 prosent av vøkstrinum

(Savnsmynd: Shutterstock)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í november vóru 28.200 løntøkarar í Føroyum. Tað er stívliga 200 fleiri enn sama mánað í fjør og svarar til ein vøkstur upp á 0,8 prosent.

Í november vóru um 14.500 menn og 13.800 kvinnur løntakararar, og tað er ein vøkstur á ávikavist 0,7 prosent hjá monnum og 0,9 prosent hjá kvinnum í mun til árið fyri, skrivar Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Meginparturin av vøkstrinum í november er útlendskir ríksborgarar, ið eiga 86 prosent av vøkstrinum. Í november vóru 7,7 prosent av løntakarunum útlendskir ríkisborgarar, meðan teir í november í fjør vóru 7,1 prosent.

Størsti parturin starvast innan fiskavøruídnað, gistingarhús og matstovuvirki, ali- og kryvjivirki, umframt húsarhaldstænastur.

Seinastu árini eru tað serliga løntakarar aðrastaðni frá enn úr Evropa, sum eru vorðnir fleiri. Teir eru nú 3,9 prosent av løntakaraskaranum. Fyri tveimum árum síðani vóru teir 3,4 prosent, skrivar Hagstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2023

20
Leygardagur 16. desember 2023

Semja um fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Noreg fyri 2024

Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi í 2024 vera 4.345 tons av toski og 980 tons av hýsu, sum er ein lækking á góð 12 prosent. Kvoturnar av upsa og øðrum fiskasløgum vera eins og í 2023 ávikavist 500 tons og 400 tons

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar og Noreg gjørdu 12. desember avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2024.

Samráðingarnar vóru merktar av, at heildarkvoturnar av toski og hýsu í Barentshavinum lækka komandi ár. Tí varð ein niðurskurður gjørdur í kvotunum, sum londini lata hvørjum øðrum.

Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi í 2024 vera 4.345 tons av toski og 980 tons av hýsu, sum er ein lækking á góð 12 prosent. Kvoturnar av upsa og øðrum fiskasløgum vera eins og í 2023 ávikavist 500 tons og 400 tons.

Norsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2024 vera eisini broyttar. Kvotan av longu og blálongu lækkar við 400 tonsum til 2.600 tons, og kvotan av brosmu verður 1.300 tons, sum er 200 tons lægri enn í 2023. Kvotan av øðrum fiskasløgum lækkar eisini við 200 tonsum – úr 800 tonsum niður á 600 tons. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum, verður óbroytt 6.600 tons.

Umframt kvoturnar frá Noreg kunnu føroysk skip eisini fiska tosk og hýsu í norskum sjógvi, sum eru fingin til vega í sínámillum fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland. Føroyar kunnu samanlagt flyta 6.700 tons av botnfiskakvotuni í Russlandi í norskan sjógv at fiska, sum er ein øking á 450 tons í mun til í 2023. Afturfyri verður norska atgongdin at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi í 2024 53.600 tons. Hendan atgongdin var 50.000 tons í 2023.

Føroyar vóru vertir fyri samráðingunum hesaferð, og vóru samráðingarnar hildnar í Tórshavn.

Tíðindaskriv frá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2023

21 Leygardagur 16. desember 2023

Nýggjur dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini

Erika Anne Hayfield hevur arbeitt á Fróðskaparsetrinum seinastu tíggju árini, og hevur verið varadekanur á Søgu- og samfelagsdeildini seinastu trý árini

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur boðað frá, at Erika Anne Hayfield verður nýggjur dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini.

Erika Anne Hayfield hevur arbeitt á Fróðskaparsetrinum seinastu tíggju árini, fyrst sum adjunkur, síðani lektari og granskari, og seinastu trý árini hevur hon harumframt verið varadekanur á Søgu- og samfelagsdeildini.

Erika Anne Hayfield hevur ph.d.-útbúgving frá Edinburgh Napier University, umframt fleiri masterskeið í leiðslu.

Áðrenn Erika Anne Hayfield fór at arbeiða á Fróðskaparsetrinum, arbeiddi hon m.a. í Vinnumálaráðnum og í privata vinnulívinum.

Í almenna rúminum er Erika Anne Hayfield kend sum virkin rødd í orðaskiftinum, eins og hon hevur staðið á odda fyri mongum verkætlanum og latið frágreiðingar og vísindaligar greinar úr hondum.

Á Fróðskaparsetri Føroya eru fimm deildir, og við setanini av Eriku Anne Hayfield eru nú tvær teirra undir leiðslu av kvinnuligum dekani.

Erika Anne Hayfield tekur við dekanstarvinum eftir Hans Andrias Sølvará, sum við onkrum millumbili hevur røkt tað síðani 2010, og sum nú valdi at leggja tað frá sær. Hans Andrias Sølvará heldur fram í sínum starvi sum professari á Søgu- og samfelagsdeildini.

Erika Anne Hayfield tekur við sum dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini 1. januar 2024. Starvið varð lýst leyst innanhýsis, og Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur góðkent starvssetanina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2023

22 Leygardagur 16. desember 2023

Tóta Árnadóttir er nýggjur leiðari í Gulu smiðju

Tóta Árnadóttir er 53 ára gomul og búsitandi í Saltangará, har ungdóms- og virkishúsið eisini er. Tóta er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og innan føroyskt mál, bókmentir og fólkalívsfrøði

Tóta hevur drúgvar royndir, m.a. við børnum og ungum (Mynd: runavik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í heyst varð lýst eftir leiðara til ungdóms-og virkishúsið Gulu smiðju í Saltangará. Guðmund Joensen hevur røkt starvið frá tí virksemi í húsinum byrjaði, men hevði boða frá, at hann hevði hug at royna aðrar leiðir.

Eftir setanartilgongd er greitt, at Tóta Árnadóttir verður nýggjur leiðari í Gulu smiðju, boðar Runavíkar kommuna frá.

Talan er um ein leiðara, sum hevur nógvar og fjølbroyttar royndir innan útbúgving og arbeiði:

- Tóta Árnadóttir er 53 ára gomul og búsitandi í Saltangará. Tóta er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og er síðani útbúgvin innan føroyskt mál, bókmentir og fólkalívsfrøði. Hon hevur drúgvar royndir, m.a. við børnum og ungum, sæð úr báðum hesum sjónarhornum. Og hon hevur verið virkin í føroyska mentanarlívinum.

Tóta byrjar í starvinum 1. januar 2024.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2023

23 Leygardagur 16. desember 2023

Eysturkommuna fer at út- og umbyggja Leirvíkar skúla

Ætlanin er at taka gamla partin av skúlanum niður, og byggja eina nýmótans fimleikahøll, skúlakøk, serstovur, samstundis sum eisini vanligar skúlastovur verða gjørdar

(Mynd: Fuglark)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eysturkommuna hevði í vikuni eykabýráðsfund, har eitt samt býráð samtykti at taka av tilboðinum frá Fuglark um at standa fyri projektering av út- og umbyggingini av Leirvíkar skúla.

Ætlanin er at taka gamla partin av skúlanum niður, og byggja eina nýmótans fimleikahøll, skúlakøk, serstovur, samstundis sum eisini vanligar skúlastovur verða gjørdar.

Talan er um eitt øki, sum svarar áleið til 2.000 fermetrar.

[object Object]
(Mynd: Fuglark)

Arbeiðið at projekterað byrjar beinanvegin, og verður eftir ætlan klárt at bjóða út seint í summar.

Eftir fundin skrivaðu borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, og Svend Sivertsen, stjóri hjá Fuglark, undir sáttmálan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2023

24 Leygardagur 16. desember 2023

Betri umstøður í Høllini á Hálsi

Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta pening, so ein skilaveggur, ið til ber at flyta, kann setast upp í Høllini á Hálsi

(Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Høllini á Hálsi er ein stór dupult-høll. Men í dag ber ikki til at skilja høllina sundur við t.d. einum fyribilsveggi, men bara við neti. Hetta ger, at tiltøk kunnu órógva hvørt annað, t.d. tá ymiskar ítróttagreinar ella dystir eru í høllini í senn.

Leingi hevur verið tosað um at finna eina loysn við einum skilaveggi/dúki, so høllin kann skipast betur til verandi virksemi.

Arbeitt hevur verið við einari verkætlan at gera ein skilavegg/dúk miðskeiðis í høllini. Dúkurin verður settur fastur í sperrurnar og kann eftir tørvi verða uppi ella niðri.

Eisini skulu nýggj skiftingarrúm gerast í høllini.

Tórshavnar býráð játtaði á býráðsfundi hóskvøldið pening til endamálið. Málið varð einmælt samtykt í býráðnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2023

25 Leygardagur 16. desember 2023

Skótahjálpin savnaði 215.000 krónur

Aftur í ár varð peningurin latin tveimum verkætlanum – yey, sum fingu stuðul frá Skótahjálpini vóru GlobeServe Frauenschuh Preparatory School í Ghana og sansarúmið í Gulaskúla

F.v. Símun Michael Sørensen, formaður í Skótahjálpini, Jaspur Johannesen, sum tók móti Skótahjálpini fyri Jónhild og Samuel Dunya, Jóhan M. Steinberg, leiðari á Gulaskúla, og Marjun Johannessen frá Skótahjálpini.
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í døgunum 25. september til 1. oktober gingu skótar úr øllum Føroyum hús úr húsi at ganga fólki til handa afturfyri nøkur oyru til Skótahjálpina, og árið í ár hilnaðist rættiliga væl. Tilsamans savnaði Skótahjálpin inn 215.098 krónur, skrivar Skótahjálpin í tíðindaskrivi.

Eins og vanligt varð ein triðingur latin til eina føroyska verkætlan, ein triðingur latin til eina útlendska verkætlan, meðan seinasti triðingurin varð latin í vanlukkugrunn, ið letur pening til neyðhjálp úti í heimi, tá vanlukkur eru.

Á lítlari samkomu á Gulaskúla varð peningurin fyri Skótahjálpina handaður teimum báðum verkætlanunum, sum í ár skuldu fáa pengar úr Skótahjálpini.

Føroyska verkætlanin, ið fekk pening hesaferð, var sansarúmið á Gulaskúla. Guliskúli er eitt sertilboð til næmingar við serligum tørvi, og í høvuðsheitum hevur Guliskúli næmingar við ADHD ella autismu diagnosum.

Jóhan M. Steinberg, leiðari á Gulaskúla, greiðir frá, at sansarúmið skal vera við til at stimbra sansirnar og dempa órógvið, sum summir næmingar hava í kroppinum. Við hjálp frá starvsfólkum og tólum, ið hoyra til slík rúm, skal hetta gera næmingarnar betri fyri at hugsavna seg. Næmingarnir fáa stimbran til sansirnar, so teir fáa hvílt órógvið í kroppinum og høvdinum, so teir verða betri førir fyri at læra og at verða sosialir.

Útlendska verkætlanin, ið fekk pening hesaferð, var GlobeServe Frauenschuh Preparatory School, sum er ein skúli í Adidome í Ghana.

Tað eru føroyska Jónhild Dunya og maðurin Samuel, sum hava sett á stovn og rikið skúlan síðan 1998. Á skúlanum, har fleiri enn 420 børn ganga, er forskúli, 1. til 6. flokkur og framhaldsdeild. Eisini verður skúlin nýttur sum kostskúli, so nógv av børnunum búgva á skúlanum.

Jónhild og Samuel greiða frá, at foreldrini hava ikki nógv at lata fyri skúlagongdina, og tí hevur skúlin ikki nógvar inntøkur. Skúlin hevur kortini stóran tørv á borðum og stólum, reolum og skápum, leikum, seingjum, og kanska serliga einum spæliplássi til tey yngstu.

Verkætlanirnar báðar fingu 75.000 krónur hvør. Jóhan M. Steinberg, leiðari á Gulaskúla, tók móti Skótahjálpini fyri Gulaskúla, meðan Jaspur Johannesen tók móti Skótahjálpini fyri Jónhild og Samuel Dunya.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2023

26 Leygardagur 16. desember 2023

Lions Tórshavn latið Barnabata Jólahjálp

Ágóðin frá jólatiltakinum í Viðarlundini fer til Barnabara. Inn komu 30.000 krónur

Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, og Djóni Eideagaard, aðalskrivari í Barnabata
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað er siðvenja 1. sunnudag í advent, at Lions Club Tórshavn skipar fyri tí so væl vitjaða jólatiltakinum í Viðarlundini, ella Plantasjuni, sum mong havnarfólk enn siga.

Tá selur Lions Club Tórshavn heimagjørdar jóladekoratiónir, tilfar til at gera jóladekoratiónir heima og kakao, bollar og vaflur.

Eisini eru jólamenn, og ikki minst er tað hugnaligt, tá ið Havnar Hornorkestur spælir kend jólaløg millum trøini og undir vakra jólaljósinum.

Sølan í ár gekk aftur væl, og ágóðin hesaferð er latin Jólahjálpini, sum Barnabati skipar fyri. Inn komu 30.000 krónur.

Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, var á gátt hjá Barnabata, har Djóni Eidesgaard, aðalskrivari, tók ímóti gávubrævi upp á 30.000 krónur.

Sum Djóni eisini hevur greitt frá í fjølmiðlunum um dagarnar, so eru met nógvar familjur, sum hava søkt um jólahjálp í ár, og takkaði hann fyri kærkomna stuðlinum.

Jólatiltakið hjá Lions Club Tórshavn hevur øll árini fingið góða vælvild frá Skógrøktini og Gróðurstøðini í Hoydølum. Teirra hjálpsemi ger, at til ber at hava stuðulstiltakið, sum mong fólk vitja og stuðla hvørt ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2023

27 Leygardagur 16. desember 2023

Nýggj føroysk sápa á marknaðinum

Hotel Djurhuus hevur latið framleitt serføroyska sápu til hotellið

Frá vinstru Jenny í Heiðunum stjóri Hotel Djurhuus, Rúni Djurhuus hoteleigari, Debes Petersen, stjóri í Kemilux, og Jeanette Lassen, vørumennari hjá Kemilux
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hotel Djurhuus hevur í longri tíðarskeið brúkt orku uppá at framleiða eina føroyska sápu og nú er hon komin á marknaðin. 

Eingin ivi skal vera um, at sápan er føroysk, tí hon er framleidd av føroyskum vatni og rabarbum, hevur eitt lítið føroysk flagg aftanfyri á etikettini og frammmanfyri á etikettini, hómast allar 18 føroysku oyggjarnar. Hon er sniðgivin í Føroyum og føroyska fyritøkan Kemilux stendur fyri framleiðsluni. 

Sápan er serstøk og er ætlað teimum ið ganga høgt uppí kvalitet. Sápan er mild – bæði fyri hendur og náttúruna, hon angar væl av rabarbum og fæst bæði sum hondsápa og sum shampoo.

Sápan fæst til sølu í Nips í SMS, Dutyfree í Vága Floghavn, Hotel Djurhuus og á nethandlinum skalkur.fo

Tíðindaskriv frá Hotel Djurhuus


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2023

28 Leygardagur 16. desember 2023

Heimskend poppstjørna á Summarfestivalin

Bretski poppsangarin Olly Murs spælir á Vágsbø í summar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Summar Festivalurin kunngjørdi í vikuni eitt høvuðsnavn til festivalin í 2024. Hetta er eitt stórt og háaktuelt, altjóða poppnavn.

Olly Murs er partur av einum yngri ættarliði av bretskum poppstjørnum. Hann fekk gjøgnumbrot við fyrstu útgávuni í 2010, og síðani hevur hann havt fimm útgávur ovast á bretska hitlistanum. Tað er bara eitt ár síðani, at útgávan "Marry Me" var nummar 1 í Bretlandi. Hann hevur eina langa røð av hittum kring heimin, og hann hevur útgivið sangir saman við eitt nú Flo Rida, Demi Lovato og Snoop Dogg. Hitt hjá honum eru eitt nú "Troublemaker (feat. Flo Rida)", "Heart Skips A Beat", "Dance With Me Tonight" og "Up (feat. Demi Lovato).

[object Object]

Olly Murs er eisini kendur úr sjónvarpi. Hann er ein av dómarunum í The Voice UK saman við eitt nú legenduni Sir Tom Jones.

Í vár og summar skal Olly Murs spæla umleið 50 arena- og stadionkonsertir saman við Take That kring Bretland, og eftir tað hevur hann játtað at koma til Føroya at spæla á Summar Festivalinum, sum hevur 20 ár jubileum.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2023

29 Leygardagur 16. desember 2023

Sjórænarasangir á G!

The Longest Johns verða millum høvuðsnøvnini á festivalinum í Syðrugøtu í summar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

“Drunken Sailor”, “Wellerman”, “Santiana” og “Bones in the Ocean” fara at ljóma um alla bygdina, tá ið The Longest Johns fer á pall á sandinum í Syðrugøtu. 

Triðja mikudag á rað kunngerð G! eitt stórt útlendskt navn, hesa ferð er tað The Longest Johns úr Bristol, Onglandi. 

Tað er torført at ímynda sær nakað hugnaligari enn at standa við sandi millum tærnar á Gøtusandi og anda rákan av sjóroki og syngja enskar sjómansvísur.

The Longest Johns byrjaði at spæla fyri góðum tíggju árum síðani. Frá fyrsta degi vóru teir drivnir av reinum alski til sjómansvísur.

Tá ið teirra innspæling av gamla lagnum “The Wellerman” tók dik á seg, fóru øll brádliga at práta um "Sea Shanties". Hetta setti gongd í alla ta alduna, sum fleiri onnur síðani eisini hava riðið væl á. 

The Longest Johns hevur latið úr hondum fleiri útgávur við gomlum sjómansvísum og egnum tilfari. Komandi várkemur bólkurin aftur við einari nýggjari útgávu.

Teir syngja og spæla lystiliga á m.a. pumpuorgul, gittar og mandolin, og onkuntíð tríva teir í reinan a capella sang. Tað er hjartaligt, inniligt, erligt og ikki sørt sjórænarasligt. 

Higartil hevur G! festivalurin kunngjørt, at Of Monsters and Men, Ash Olsen og The Longest Johns vera millum nøvnini á G!, komandi mikudag verður enn ein avdúking.

G! Festivalurin verður 18. til 20. juli.




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2023

30 Leygardagur 16. desember 2023

ORKA útgávukonsert á Skála

22. desember verður útgávukonsert við tónleikabólkinum ORKA – bólkurin er samstundis í holt við at gera ein film, og konsertin verður tí upptikin sum partur av filminum

(Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 22. desember verður høllin uppi yvir El-Service við havnalagið á Skála karmur um eina serstaka útgávukonsert við tónleikabólkinum ORKA.

Bólkurin er samstundis í holt við at gera ein film, og konsertin verður tí upptikin sum partur av filminum. Umframt ORKA spæla Anna Katrin Ø. Egilstrøð av Eiði og Playmo av Strondum.

Francine Perry úr London og Jens L. Thomsen frá Innan Glyvur hava seinastu níggju árini myndað ORKA. Tey góvu í heyst út heildarútgávuna “All At Once”. Tey eru nú í holt við at skipa fyri seinastu føroysku konsertini á hesum sinni og hava funnið teir perfektu karmarnar í stóru, ráu høllini á loftinum hjá El-Service á Skála 22. desember kl. 20.

Í einum fjósi í grannabygdini Innan Glyvur byrjaði ORKA verkætlanin við eini konsert gamlaárskvøld í 2005. Síðan tá hevur ORKA túrað um allan heim, latið frá sær átta útgávur og er tvær ferðir tilnevnd Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins.

Ein av kjarnuspurningunum Francine og Jens settu sær, tá tey byrjaðu at skriva tónleik saman, var “Hvussu framførir tú elektroniskan tónleik?”

Gjøgnum árini hava tey ment sín egna, unikka máta at arrangera og spæla sín sermerkta tónleik; og tey halda seg nú hava funnið svarið. Tá tey spæla live, spæla tey alt, sum áhoyrarin hoyrir á staðnum, og tað ger teirra framførslur intensar. Har er nógv upp á spæl, tá tey spæla saman, og tey eru ógvuliga bundin at hvørøðrum tónleikaliga.

Áðrenn ORKA framføra Anna Katrin Ø. Egilstrøð og Playmo.

Anna Katrin Ø. Egilstrøð, ið er av Eiði, arbeiðir bæði við elektroniskari og klassiskari kompositión, eins og hon arbeiðir tvørtur um listagreinar. Til konsertina á Skála fer hon at veva eitt ljóðteppi av elektroniskum ljóðum blandað við økisupptøkum.

Strandingurin Dávur Poulsen, ið er maðurin handan Playmo, hevur seinastu árini tikið seg fram á altjóða elektroniska pallinum og hevur givið út á plátufeløgum sum Planet Rhythm og T Sessions, og løg hansara eru blivin spæld av viðurkendum diskarum s.s. Richie Hawtin og Rødhåd. Til konsertina fer Playmo at framføra eitt sveimandi dub techno sett.

Konsertin verður filmað, og áskoðarar verða bidnir um at lata seg í heit klæðir, tí høllin er ikki upphitað.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2023

31 Leygardagur 16. desember 2023

Knút við nýggjari plátu

“Hjartasláttur” fær góð ummæli bæði herheima og uttanlands

(Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré)
SkrivaÐ:

Innsent

Tónleikarin Knút Háberg Eysturstein er kendur úr nógvum ymsum samanhangum. Fyri fyrstu ferð í 10 ár er hann nú aftur aktuellur við plátuútgávu í egnum navni.

Talan er um fjórðu plátuútgávuna hjá Knúti, ið ber heitið “Hjartasláttur” og er nýliga útkomin á plátufelagnum Tutl.

Plátan Hjartasláttur fær góð skoðsmál. Sambært franska miðilinum ExtravaFrench er Hjartasláttur eitt “rørandi meistaraverk, ein hásongur til lívið, kærleikan og avbjóðingarnar í eini ævigt umbroytiligari verð. Plátan er eitt rámandi prógv um evnini hjá Knúti at flætta ymsar tónlistaligar træðrir til tess at skapa ein ríkan og bergtakandi vevna.”

Heimligu skoðsmálini eru eisini góð. Birkblog skrivar um plátuna, at “Hjartasláttur er ein fulfíggjað ferð og uppliving. Ein LP, sum tað æt í døgunum hjá Absurdy Fair. Við húsanum í hondunum, tekstinum at lesa og upplýsingar um, hvør spælir við og hevur skipað fyri. Á okkara egna máli, tað er ikki ein sjálvfylgja.”

Í ummæli av útgávukonsertini hjá Knúti við bólki í Reinsarínum hóskvøldið 7. desember, skrivar Ári Rouch:

“Vit hava tískil verið mong, sum hava glett okkum til heildarútgávuna, og hevur hon tíbetur livað væl og virðiliga upp til vónirnar. Ársins heildarútgáva í 2023 spyrt tú meg. Vælskrivað løg, tekstir og Regin Dahl tulkingar, alt ílatið framúr framleiðslu.”

Níggju sangir eru á plátuni “Hjartasláttur”. Knút eigur øll løgini og tekstir til seks av sangunum. Umframt egnu tekstirnar hevur Knút sett løg til tríggjar yrkingar hjá Regin Dahl (1918-2007). “Hjartasláttur” er útkomin sum LP og sum talgild útgáva. Listina á plátuhúsanum hevur Bruno Mikael Eysturstein skapað, meðan Gwenael Akira Helmsdal Carré tók fotomyndir og Uni Árting sniðgav.

Knút hevur sjálvur framleitt tónleikin á útgávuni, meðan Benjamin Petersen hevur co-framleitt, upptikið og ljóðblandað saman við Per Ingvaldi Højgard Petersen í Rúmi 43 í Hoydølum. Daniel Bacigalupi mastraði í Infrasonic Sound í Nashville.

Tónleikarar á plátuni eru Per Ingvaldur Højgaard Petersen á trummum, Torleik Mortensen á bassi, Mattias Kapnas á klaver og synth og Jón Festirstein á violin og viola. Kórsangarar eru Dorthea Højgaard Dam, Ingrid Højgaard Petersen, Jensia Højgaard Kjærbæk, Jóhanna Sofía Petersen og Óluva Dam Ísheim.

Knút hevur verið ein miðsavnandi figurur á føroyska tónleikapallinum síðani aldarskiftið. Hann hevur verið við á yvir 20 ymiskum tónleikaútgávum, spælt í fleiri ymsum bólkum og verkætlanum, og hevur áður útgivið tríggjar plátur í egnum navni. Tær eru “Havsglóð” (Tutl, 2004), “The Desert Holds A Flower” (Tutl, 2009) og “On High” (Tutl, 2013). Umframt at vera sangari, sangskrivari og tónleikari, er Knút eisini tónleikafrøðingur og PhD lesandi í tónleikaútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2023

32 Leygardagur 16. desember 2023

MC Hár aftur á pall

Hendan nýggjárskonsertin verður í Blábar leygarkvøldið 30. desember, og bólkurin, sum er eitt barn av nítiárunum, er fullmannaður

Hóast bólkurin skjótt hevur 33 ár á baki, so hevur hann øll árini spælt konsertir javnan. Tí føldu limirnir, at tíðin var komin at aftur fara á pall, áðrenn 2023 fór afturum
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Seinast MC-Hár spældi nýggjárskonsert var um ársskiftið 2001-2002. Hesa konsert var bólkurin tó ikki fullmannaður. Rapparin Niels Uni Dam var í Ný Sælandi, og tí varð spælt uttan hann. Nú, 22 ár seinni, spælir MC-Hár endiliga tað ordentligu nýggjárskonsertina.

Soleiðis skrivar MC Hár í tíðindaskrivi. Konsertin verður leygarkvøldið 30. desembur í Blábar í Havn. Konsertin er fyrsta almenna framførslan hjá MC-Hár í meira enn tvey ár.

Hóast bólkurin skjótt fyllir 33 ár, so hevur hann øll árini spælt konsertir javnan. Tí føldu limirnir, at tíðin var komin at aftur fara á pall, áðrenn 2023 fór afturum.

- Langa hárið er skift út við friseraðar og berar skallar, men tónleikurin er enn hin sami riffbaseraði rapprokkur, ið hevur borið bólkin fram øll árini, og sum hvørja ferð savnar trúfastu fjeppararnar, og sum ikki heilt sjáldan endar við einum regulerum yvirkroppaballi. Manningin hevur verið tann sama í yvir 20 ár, og telur hon nakrar av okkara royndastu og dugnaligastu tónleikarum.

Niels Uni Dam á rappi og Rókur Jákupsson á sangi verða væl stuðlaðir Rana Hammershaimb Christiansen og Hera Reynheim. Teir báðir gittarleikararnir, Jens V. Jakobsen og Jonas Bloch Danielsen, syrgja fyri, at man ongantíð gloymur at bólkurin er eitt barn av nítiárunum, og Tróndur Bogason skapar sínar garrvillu ljóðmyndir á tangentunum.

Hjá MC-Hár byrjaði tað við einari spontanari framførslu á Ebenezertrappuni 16. februar í 1991. Bólkurin gav lagið Symphony of Irony út í 1996, heildarútgávuna "Framvegis uttan vit" í 1998, gjørdist nummar trý í Prix Føroyum í 1999 og gav EP'ina "Burn Me" út sama ár, og headlineaði fyrsta G! Festivalin í 2002.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2023

33 Leygardagur 16. desember 2023

Gomul jól í Funningi

Jóladámur legst yvir bygdina, og fólk verða bjóðað aftur til eina farna øld

(Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í desember legst jóladámurin yvir bygdina, og eitt av tiltøkunum er at bjóða fólki aftur í eina farna øld. Verkætlanin "Gomul jól í Funningi" tekur støði í einari gamlari føroyskari bygd, har fólk sleppa inn í fleiri hús at uppliva ymist.

Gamli handilin á Geil er opin. Eins og so nógvir aðrir bygdarhandlar hevur hesin verið afturlatin í fleiri ár. Nú er hann opin, og stendur púra órørdur í nærum sama líki. Her eru ymsir lutir, bomm og dukkulisur til keyps. Í Atustovu ber til at vitja eitt føroyskt heim, sum tað sá út í 1940-50'unum. Her sæst, hvussu fólk búleikaðust, og hvussu tey pyntaðu til jóla. Ølvustova er gamla savnið í bygdini. Jólatræið er pyntað og torvleypurin er í túninum. 

Gamla træsmiðjan letur upp við alskyns barnaleikum - júst sum í jólasanginum:

Her eru dukkur og dukkustovur,
hestar, bilar og bátar,
ein so vakur flúgvari
og nógvir tinsoldátar.

Jólini nærkast í hvørjum,
allarbest mær hugnar í Føroyum.
Nú er stund at gleða seg,
tí jólini nærkast í hvørjum.

…… úr ”Eg eri jólamaðurin” eftir H.J. Højgaard & M Johannesen

Kom inn á gátt í kaffistovuni, skriva eitt postkort til tíni kæru, sum tú kanst senda frá gamla posthúsinum. Tann reyði postkassin hongur uppi.

Jú, Funningur er ein aldargomul bygd, ivaleyst hin elsta. Hendan vakra, fjalda bygdin millum Djúpini og Føroya hægstu fjøll beint innan fyri gáttina í Funningsfirði. 

Í Føroyinga søgu stendur at lesa, at landnám í Føroyum var í Funningi, og at hesin staður soleiðis fekk navnið. “Fyrstur Grímur Kamban í oyggjum festi tjøld,” kvað skaldið. Hendan søgan um Grím Kamban er líka gomul sum bygdin, tí hava funningsfólk í mong ár hugsað um at reisa Grími Kamban eitt minnismerki. Serstaka standmyndin hjá Hans Paula Olsen stendur í Húsabøi beint við kirkjuna. 

Tiltakið er opið leygardagar frá kl. 12-19 og sunnudagar frá kl. 14-19 í jólamánaðinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. desember 2023

34 Leygardagur 16. desember 2023

"Barnaár í Havn" í Perluni

Tórshavnar býarsavn skipar aftur í ár fyri afturlítandi jólaframsýning

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aftur í ár skipar Tórshavnar býarsavn fyri jólaframsýning í Perluni í Tórsgøtu 3. Framsýningin lat upp hósdagin. Hetta er ein afturlítandi framsýning, ið umframt at lýsa jólini, leggur dent á barna- og skúlaár. So tann, sum kemur á gátt í Perluni, kemur inn í ein annan heim, har ein partur av farnu øld verður lýstur – og saman við gomlum jólapynti skapar hetta eitt heilt serligt huglag.

Í hølunum í veghædd ber til at síggja alskyns leikutoy frá fleiri ættarliðum – t.d. dukkur, dukkuvognar og dukkustovur, bamsur, koppastell, putlispøl, bilar og rasarabreyt – í eini gamlari stovu. Eisini er eitt úrval av gomlum barna- og jólabókum. Harumframt síggja vit gamla sletu, sparkara o.a. Og aftur í ár verður møguligt at síggja mekaniska jólamannin, sum plagdi at standa í sýnisglugganum hjá Katrinu Christiansen við Áarvegin. – Eisini eru aðrir lutir frá Katrinu Christiansen.

Á balkongini ber til at uppliva eina skúlastovu við jólatræi. Her síggja vit gomul skúlaborð frá gamla kommunuskúla á Vaglinum og frá Santa Frants Skúla. Eisini eru gamlar skúlabøkur at síggja og annað, ið hevði samband við skúlan í tíðarskeiðinum 1920-1940-árunum.

Ein partur av skúlasøguni í Havn verður lýstur við myndum. Her eru eitt nú myndir av næmingum í realskúlanum og í fyrsta skúlanum hjá nonnunum, ið húsaðist hjá Klett í Bringsnagøtu í nøkur ár.

Eisini eru myndir av skúlanæmingum í fimleikabúna – bæði gentum og dreingjum.

Framsýningin er bæði fyri ung og gomul – ikki minst er her nógv stuttligt hjá barnafamiljum at hyggja at. Hjá teimum eldru fær hetta hugin at reika aftur til farnar dagar, og hjá teimum yngru er tað áhugavert at uppliva eina farna tíð.

Tað verður møguligt hjá børnum at lita myndir og klippa jólapynt. Piparnøtir, smákøkur og kaffi er at fáa.

Framsýningin er opin kl. 14 til 18 allar vikudagar fram til jóla og aftur 27., 28., 29. og 30. desember.

Tað er Lív Arge Simonsen, søgufrøðingur, ið hevur sett framsýningina upp fyri Tórshavnar býarsavn.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2023

35 Leygardagur 16. desember 2023

Lekjandi tónar aftur á Landssjúkrahúsinum

Jólatónar verða at hoyra í forhøllini seinnapartin týsdagin

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Lekjandi Tónar fyri starvsfólki og vitjandi verða at hoyra í forhøllini á Landssjúkrahúsinum týsdagin 19. desember kl. 14:30.

Monika Stauss á violin og Jón Eliasen á klaver spæla kendar og inniligar tónar, bæði úr Týsklandi og Føroyum, ið hoyra jóltíðum til. Um tú veruliga ynskir at merkja jólahýrin, so er hetta akkurát nakað til tín.

Monika og Jón fáa dyggan stuðul frá violintrioini við Nitu á Lakjuni, Margretu Simonsen og Miriam Stauss.

Betri Trygging stuðlar tiltakinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2023

36 Leygardagur 16. desember 2023

Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur jólini inn sunnukvøldið

17. desember verður konsert í Gøtu kirkju

(savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Sunnukvøldið 17. desember syngur Gøtu Kirkju Ungdómskór jólini inn í Gøtu Kirkju, og á konsertini luttekur eisini Gøtu Kirkju Barnakór.

– Skráin í ár er kanska tann mest fjølbroytta síðan kórið byrjaði at syngja jólini inn í 2011, við klassiskum og nýklassiskum jólaløgum- og verkum, sum fær øll í rætta jólahýrin. Temaði í ár er "klokkur", so hetta kemur eisini at seta sín helt serliga dám á konsertina, skrivar kórið í tíðindaskrivi.

– Kórið hevur vant nógv til konsertina, og verður sum altíð, sera væl fyrireikað, til at geva áhoyrarunum tí best møguligu jólakonsertina. Umframt kórið luttaka eisini tónleikarar saman við kórinum. Kórleiðari og organistur er Símun Hammer.

Konsertin er ókeypis, men høvi verður a tlata eina gávu til virksemið hjá kórinum. Konsertin veður sunnukvøldið kl. 19.30. Eftir jólakonsertina verður drekkamunnur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2023

37 Leygardagur 16. desember 2023

Tarira jólakonsert í Hoyvíkar kirkju

Seinnapartin verður konsert í Hoyvíkar kirkju, har kórið Tarira fer at framføra eitt breitt úrval av jólasangum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinnapartin í dag verður konsert í Hoyvíkar kirkju við kórinum Tarira, undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson.

Á skránni er eitt breitt úrval av jólasangum, líka frá kendum jóla 'carols’ við útsetingum eftir Peter Warlock, Philip WJ Stopford, David Wilcocks, Bob Chilcott, til teir meira klassisku Antoine Busnois, William Byrd, Benjamin Britten, Tomás Luis de Victoria, Lucas Pearsall og Johann Sebastian Bach.

Av føroyskum tilfari kann nevnast Unn Paturson, Knút Olsen, Kári Bæk og umframt hetta, so er ein frumframførsla av "Tað sótu seyðamenn á vakt", sum Anne Mette Greve Klemensen hevur skrivað, fyri violin, klaver og kór. Angelica Nielsen spælir violin, og Leif Hansen klaver.

Konsertin, sum verður klokkan 17, er ókeypis, men til ber at stuðla kórinum við at lata eitt oyra í eina krukku við inngongina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2023

38 Leygardagur 16. desember 2023

Syngja jólini inni í Kelduni 23. desember

Hetta hevur verð siður í 17 ár. Á skránni er nógvur felagssangur við kendum jólasangum. Tiltakið byrjar klokkan 21 tollaksmessukvøld

Nógvur felagssangur við kendum jólasangum. Kvøldið er eisini kryddað við framførslum frá Álvi F. Christiansen, Maibritt Kechtan, Oddbjørg og Helga Abrahamsen og Lisu Frederiksberg
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eins og undanfarnu 18 árini, verða jólini í ár sungin inn í Kelduni í Skálafirði tollaksmessukvøld - 23. desembur kl. 21. 

Á skránni er nógvur felagssangur við kendum jólasangum. Kvøldið er eisini kryddað við nøkrum framførslum.

Í ár verða tað Álvur F. Christiansen, Maibritt Kechtan, Oddbjørg og Helgi Abrahamsen og Lisa Frederiksberg, ið framføra.

Aftan á bjóðar Kafé Keldan øllum til drekkamunn og holukøkur. Eins og undanfarin ár verður innsavnan - hesaferð til krígsrakt økir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2023

39 Leygardagur 16. desember 2023

Syngja jólini inn í Meinigheitshúsinum

Sunnudagin verður seinasta tiltak á árinum í Meinigheitshúsinum í Havn

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sunnudagin skipar Meingheitshúsið í Havn fyri einum sangkvøldi, har góðir siðbundnir jólasálmar verða sungnir.

Meinigheitskórið og Manskórið í Meinigheitshúsinum luttaka eisini. Hetta er eitt afturvendandi tiltak í húsinum og er samtiðis seinasta tiltak í árinum.

Sangkvøldið byrjar kl. 17.30. Barnaansing er undir møtinum og drekka er eftir møti.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2023

40 Leygardagur 16. desember 2023

”Millum skins og hold” í Sjónleikarhúsinum

Leikhúsjól kunnu síggjast fram til 19. desember

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í jólaleikinum hjá Havnar Sjónleikarafelag í ár, noyðast vættrasystrarnar Gladiola og Gifla at flyta heimanfrá, tí arbeiðsmenninir bora og oyðileggja alt við fjarhitarørum. Tær mugu flýggja millum skins og hold, men har er longu onkur annar fluttur inn…

Hvat skulu vættrar so gera? Tær skulu gera tað sum tær duga allarbest – arga!

“Millum skins og hold” er fittur og skemtiligur jólaleikur fyri alla familjuna.

Frumframførslan var fyri fullum húsum sunnudagin, og sýningar verða til 19.desembur.

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2023

41 Leygardagur 16. desember 2023

Børnini tóku ímóti heiðurslønini

Nobel-friðarheiðurslønin varð handað í Olso sunnudagin. Narges Mohammed vann, men hon er í løtuni fongslað í Iran, og tískil máttu børnini taka ímóti virðislønini

Mynd (EPA)
SkrivaÐ:

Lív Rúnadóttir

Sunnudagin var stórt hátíðarhald í Oslo í samband við, at Nobel-friðarheiðurslønin varð handað. Hesaferð fór heiðurslønin til iransku mannarættindastríðskvinnuna, Narges Mohammed. 

Narges Mohammed var ikki til staðar, tá virðislønin bleiv handað, tí hon situr fongslað í Evin fongslinum í Teharan, har fleiri aðrir kvinnuligir fangar eisini sita. Hon er dømd tíggju ára fongsulsrevsing. 

Orsakað av, at Narges Mohammed ikki fekk verið til staðar til handanina, vóru tað hennara 17 ára gomlu tvíburabørn, sum tóku ímóti heiðrinum og teimum ellivu milliónunum í svenskum krónum, sum fylgja við. Børnini hava ikki sæð mammu sína í átta ár, og ikki tosað við hana seinastu tvey árini. Narges Mohammed ynskti tó, at tað vóru tey bæði, sum skuldu taka ímóti heðrinum, og bera fram røðuna, sum hon sjálv hevði skrivað í fongslinum. 

Maður hennara var heldur ikki til staðar í Oslo. Hann flýddi av landinum í 2011. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2023

42 Leygardagur 16. desember 2023

Ongar fartelefonir í svenska fólkaskúlanum

Sambært ætlan hjá svensku stjórnini skal tað ikki verða loyvt at brúka fartelefon í 1. - 9. flokki

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Svenski fólkaskúlin skal verða heilt fartelefonfríur, eru Sverigesdemokraterna og svenska stjórnin vorðin samd um.

Hetta merkir, fartelefonir skulu savnast inn um morgunin, og setast á "telefonhotell" um dagin.

– Tað stendur nú greitt, at tað natúrliga er ikki at hava fartelefonir í 1. - 9. flokki í skúlanum, og heldur ikki í fríkorterunum, sigur Johan Pehrson, virkandi formaður fyri Liberalerna.

Heldur skal innlæring og tilognan av vitan økjast í svenskum skúlum, og tiltøkini hjá stjórnini kunnu hava við sær, at mentanin verður broytt, sigur hann.

Sambært Pehrson skulu næmingar í skúlastovuni savna seg um undirvísingina, og í fríkorterinum skulu tey helst røra seg heldur enn at stara niður á ein skíggja - og tosa við sínar skúlafelagar heldur enn at vera á sosialu miðlunum.

– Vit skulu savna okkum um tað veruliga lívið, og tað er tað, skúlin er til, sigur hann.

Í fjør broytti Svøríki skúlalógina, so fartelefonir sum útgangsstøði bert kundu brúkast í undirvísingini eftir áheitan frá lærarum, og ætlanin er, at skúlastjórar framvegis skulu kunna taka avgerð um einstøk undantøk í nýggju lógini.

Nýggja fartelefonbannið skal setast í gildi skjótast gjørligt, men helst fer tað at taka umleið eitt ár ella longur at gera eitt lógaruppskot, skrivar Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2023

43 Leygardagur 16. desember 2023

Søgulig semja á C0P28 - nú restar í at seta hana í verk

Móttøkan av nýggju veðurlagsavtaluni í Dubai er misjøvn, tó so at flestu av mest týðandi stjórnarleiðarunum serstakliga í Vesturheiminum fegnast, meðan fleiri umhvørvisfelagsskapir eins og vísindafólk eru meira í iva og ónøgd við úrslitið

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hóast semjuna ella neyðsemjuna um nýggja veðurlagsavtalu í Dubai í vikuni, eru viðmerkingarnar og móttøkan av henni sera ymisk.

Flestu av kendastu stats- og stjórnarleiðarunum við António Guterres, ST aðalskrivara, Joe Biden, amerikanska forsetanum, Ursula von der Leyen, ES forkvinnu eins og danska altjóða veðurlagsráðharranum Dan Jørgensen á odda hava róst avtaluni, tí hetta er fyrstu ferð í 28 ára søguni hjá COP ráðstevnunum, at ein minkan og steðgur í fossilum brennievnum verður sett á blað í eini avtalu samtykt av 200 londum. 

[object Object]

Staðfest verður, at hóast ynskið og kravið um at fáa eina meira bindandi orðing um stigvíst heilt at steðga framleiðsluni av olju, gassi og koli ikki gjørdist veruleiki, so verður kortini mett, at talan er um eitt gjøgnumbrot og ein sigur í stríðnum móti veðurlagsbroytingunum.

Gamaní verður hetta millum vísindafólk tó mett at vera langt frá nokk til at røkka málinum um ein hitavøkstur uppá í mesta lagi 1,5 stig, og tey siga, at tørvurin í løtuni er at minka útlátið við 43  prosentum fram til 2030 til tess at røkka málinum, nakað, sum fáur heldur er møguligt. Útlit eru til, at hitavøksturin uttan hesa kollveltandi minking í útlátinum, fer at liggja um ein hitavøkstur uppá 2,9 stig.

Mett verður, at einasti háttur at røkka á mál er at gera bindandi avtalur, sum fevna um fosssilu brennievnini eins og í aðrar mátar at fremja kollveltandi tiltøk á øðrum økjum til tess at minka um útlátið. 

[object Object]

Kring allan heim hevur heimspressan viðgjørt úrslitið av COP28, og meiningarnar eru nógvar og fjølbroyttar. Men fleiri av mest týðandi miðlunum so sum bretsku bløðini The Guardian og The Financial Times skýra avtaluna sum slóðbrótandi, tí hon fyri fyrstu ferð nevnir fossilu brennievnini. Teirra fyrivarni er tó, at uttan ítøkilig tiltøk er hon lítið verd. 

Millum tey londini, sum ikki eru heilt so nøgd við avtaluna, hóast tey hava skrivað undir hana, eru smærri oyggjalondini kring heimin, ið longu merkja broytingarnar í veðurlagnum og verða tey fyrstu, sum koma at merkja komandi broytingar, nú ísurin bæði í Grønlandi og á Antarktis bráðnar.  

Tey vísa á, at tey hava onga trygd fyri framtíðini hjá tess íbúgvum, um ikki  útlátið frá fossilu brennievnunum minkar ella heilt steðgar. Tey halda eins og flestu av umhvørvisfelagsskapunum og vísindafólkunum á COP28, at avtalan um fossilu brennievnini átti at verið meira bindandi og ítøkilig.  

Hóast avtalan ber í sær, at nýtslan og framleiðslan av fossilum brennievnum skal minka og til endans steðgast heilt, so verður tó einki nevnt um tíðartilgondina. Tað verður upp til tey einstøku londini og fyritøkurnar sjálvi at finna útvegir fyri at minka um útlátið. Júst hetta hevur fingið aktivistar kring heimin at tala at avtaluni, tí tey halda tað er ov lætt at snúgva sær undan at taka tey røttu og neyðugu stigini til tess at  minka um útlátið. 

M.a. hevur India fingið við í avtaluna eina lagaligari støðu til kolanýtsluna. Eisini støðan við gassinum er sera jalig fyri tey lond og fyritøkur, sum framleiða gass, tí tað verður mett at vera ein týðandi partur av sjálvum orkuskiftinum. Hesum vilja so gassframleiðandi lond og fyritøkur gera sær dælt av. Her kemur eisini spurningurin um orkutrygdina í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina inn í myndina. 

Hyggja vit at okkara næstu grannalondum Noregi og Bretlandi, so meta tey einki nýtt vera í nýggju avtaluni, sum tey longu royna at liva upp til. Tey hava m.a. longu sett í verk tiltøk og fara at víðka um hesi, ið hava til endamál at minka um útlátið, eitt nú gjøgnum fangan og goymslu av CO2 eins og útbygging av varandi orkukeldum sum vind og sól.

Í Bretlandi t.d. varð í 2021 gjørd avtala millum orkuvinnuna og myndugleikarnar, nevnd “North Sea Transition Deal”, sum ger greitt, hvussu orkufelag skulu minka um útlátið eitt nú við elektrifisering av olju- og gasspallum. 

Enn hava bert fá oljufeløg gjørt viðmerkingar til avtaluna, men tað skilst, at flestu teirra eru nøgd við avtaluna, tí hon staðfestir, at broytingarnar, soleiðis sum tær eru orðaðar í avtaluni,  skulu gerast skipaðar og við javnvág eins og við skili. Tey vísa á, at tað, sum nú verður fest á blað er júst tað tey longu hava sett sær fyri, nevniliga at vera partur av grøna orkuskiftinum og harvið minka um útlátið, tó at hetta ikki verður gjørt eftir einum degi. 

[object Object]

Eitt, sum hevur merkt COP28 ráðstevnuna er tann sannroynd, at vertslandið, Sameindu Emirríkini, UEA, er eitt av heimsins fremstu olju- og gassframleiðandi londum, og at sjálvur forsetin fyri ráðstevnuna hevur verið stjórin í tí almenna oljufelagnum í Emirríkjunum.

Hyggja vit aftur til ráðstevnuna í Glasgow nøkur ár herfyri, so fingu oljufeløg als ikki innivist. Nú er so vent í holuni, og hevur UEA seinasta mánaðin fingið bæði rís og rós fyri sín leiklut. Ein tann heitasti talsmaðurin fyri at verja og rósa vertslandinum hevur verið danski altjóða veðurlagsráðharrin, Dan Jørgensen, sum bæði á ráðstevnuni og eftir hana hevur takkað al-Jaber frá vertslandinum fyri væl útint arbeiði.

Hesum varð serstaki amerikanski sendimaðurin, Al Gore, tó ikki samdur við honum í undir ráðstevnuni. Nú semja ella ein neyðsemja loksins fekst undirskrivað av øllum luttakaralondunum, hava nógvir eygleiðarar og luttakarar umrøtt vertslandið og ráðstevnuforsetan við sera jaligum orðum. Tað hava tó eisini verið atfinningar móti stigtakarunum til ráðstevnurnar, at tað var skeivt at lata eitt oljuland standa fyri COP28. 

Sjálvur hevur Ali Jaber, eftir at avtalan varð samtykt, sagt, at nú er upp til heimsins lond at seta hana í verk. Hann mælir øllum til nú at fara til verka til frama fyri at steðga veðurlagsbroytingunum.

[object Object]Eisini úr Føroyum hava verið fleiri luttakarar á veðurlagsráðstevnuni í Dubai, teirra millum Ingilín Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvis- og orkumálum. Hon segði við útvarpið í vikuni, at úrslitið av ráðstevnuni má metast at vera bæði gott og ringt, tí hon nevnir fossilu brennievnini men er tó ikki nóg mikið til at kunna røkka útlátsmálunum, sum vórðu samtykt í Paris í 2015.

Hon vísir á, at vit í Føroyum mugu eisini gera meira fyri at røkka veðurlagsmálunum, nú vit útfrá íbúgvaratalinum eru tey, sum hava størsta útlátið í heiminum. Hon sigur, at arbeitt verður við einum lógaruppskoti um at seta bindandi mál fyri framtíðar útlátinum. 

Keldur: NRK, DR, Energy Voice, Financial Times, Guardian, E24, Washington Post, CNN og ÚF 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2023

44 Leygardagur 16. desember 2023

SEV: Ferð er komin á grøna orkuskiftið

Grøna orkuskiftið hvílir í stóran mun á, hvussu føroysku heimini verða hitað og hvørjar flutningsmøguleikar fólk velja sær vísir SEV á í fundarfrágreiðingini til eykaaðalfundin herfyri

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í frágreiðingini verður tí nógv gjørt burtur úr grøna orkuskiftinum. Staðfest verður, at eftirspurningurin eftir elorku er vaksandi. Fram til og við 30. november 2023 síggja vit ein vøkstur á 5,2 prosent í mun til undanfarna ár.

207 Gigawatttímar vórðu framleiddir úr burðardyggum orkukeldum, og tað eru 3 prosent fleiri enn í fjør. Í tilsamans 52 samdøgur var elframleiðslan í meginøkinum yvir 80 prosent burðardygg, meðan framleiðslan í Suðuroy var yvir 80 prosent burðardygg í 143 samdøgur og 100 prosent burðardygg í 117 samdøgur.

[object Object]

Úrtøkan úr vindorku er hækkað, meðan vatnorkuframleiðslan minkaði í mun til árið fyri. Hetta kemst m.a. av, at nógv størri vindmáttur kom upp í 2022, og samstundis var 2023 eitt væl turrari ár.

2023 er eisini fyrsta heila árið, at vit hava havt stabiliserandi tøknina í Porkeri virkna, sum ger at væl meiri fæst burturúr vindorkuni í Suðuroy. Líknandi skipan við battaríum og synkronkompensatori verður í løtuni royndarkoyrd á Sundi, og væntandi fer tí eisini at bera til at fáa væl meiri vindorku til høldar í meginøkinum, tað sum eftir er av árinum og frameftir.

Málið hjá Sev var at røkka 54 prosent av burðardyggari elframleiðslu í 2023. Hetta mál verður ikki rokkið, m.a. orsakað av, at skipanin við stabiliserandi tøkni í meginøkinum ikki kom í rakstur til væntaða tíð. Varðagøtan fram móti 2030 verður javnan dagførd við framskrivingum av orkunýtsluni, tøkniligum loysnum og tilhoyrandi kostnaðum.

[object Object]

Fráboðaða ætlanin hjá Effo er spennandi og kann fara at hava ávirkan á varðagøtuna hjá Sev við tað, at ídnaðarvirki fylla nógv í framskrivingini hjá Sev.

Tað er í ætlanunum hjá Sev ikki innroknað við frágongd av størri framleiðsluvirkjum, men roknað er við einari øktari nýtslu innan framleiðslu o.l. Tað er ikki roknað við inntøkum frá eini umlegging hjá t.d. Havsbrún frá oljunýtslu til grøna elorku. Hetta er tað, sum Effo sigur seg fara undir í ætlan teirra.

Men um so er, at Effo kemur at taka burturav partinum hjá Sev fyri verandi elnýtslu, við at fáa verandi elnýtarar inn á skipan teirra t.d. virkið hjá Bakkafrost á Glyrum, so er søgan ein onnur.

Fyri at skunda undir grøna orkuskiftið, hevur Sev síðan 2019 havt í gildi eina stuðulsskipan, har felagið hevur  latið brúkarum lægri prís fyri streym til elbil og/ella hitapumpu, tvs. ein rakstrarstuðul til grønan flutning og grøna hitaskipan.

Treytirnar eru m.a., at henda streymnýtsla fer ígjøgnum serstakan málara. Gongd er síðani komin á orkuskiftið, og talið av sokallaðu grønu málarunum var pr. 30. november í ár komið upp á 3.066. Samstundis hevur MVG-frítøka verið á elbilum og hitapumpum fyri at fáa gongd á orkuskiftið.

Eins og almenna stuðulsskipanin við MVG-frítøku ætlandi verður trappað niður komandi árini, er eisini viðgjørt at trappa niður stuðulsskipanina við lægri streymprísi til elbilar og hitapumpur. Hetta merkir, at stuðulin ætlandi minkar niður í helvt í 2028 og fellur burtur í 2030. Somuleiðis er eisini ætlanin at avtaka stuðulin uppá tey 8 oyrini til ídnaðarkundarnar, frá avtaluni við landsstýrið frá 1992.

Hetta verður ætlandi gjørt við 2 oyrum um árið frá 2025 at rokna og fýra ár fram.

[object Object]

Pumpuskipanin í Vestmanna

Í frágreiðingini til eykaaðalfundin verður Mýruverkið II - pumpuskipanin í Vestmanna eisini umrøtt.

Arbeitt hevur verið fram ímóti at kunna bjóða út arbeiðið upp á samlaðu verkætlanina. Útboðstilfarið er nú latið teimum, ið skulu geva tilboð.

Tá ið tilboðini eru komin inn og viðgjørd, ber til at koma við einari dagførdari og meira haldførari kostnaðarrammu, sum verður løgd fyri aðalfund til støðutakan hjá eigarunum. Hetta verður ætlandi í fyrru hálvu 2024. Fyri tað mesta verður arbeitt við at fáa til vega byggiloyvi, loyvi frá friðingarmyndugleikanum, avtalu við jarðareigaran og festaran, umhvørvisgóðkenning v.m.

Fundur var hin 20. juli 2023 við Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu um pumpuskipanina og serliga um ta fyritreytina, at tann nógvi vindmátturin, ið skal forsýna pumpuskipanina, má vera tøkur.

Landsstýriskvinnan vísti til útbyggingarætlanina innan varandi orkuframleiðslu (smb. semjuskjalinum frá 22. mars 2022) og upplýsti hon eisini, at broytingar í elveitingarlógini fóru at geva “amboð”, sum kunna tryggja eina smidliga útbyggingargongd.

[object Object]

Stór krøv til løðimøguleikar

Í frágreiðingini til aðalfundin verður eisini nomið við spurningin um løðimøguleikar.

Víst verður á, at grøna orkuskiftið hvílir í stóran mun á, hvussu føroysku heimini verða hitað og hvørjar flutningsmøguleikar fólk velja sær. Ferð er komin á grøna orkuskiftið, og hetta setir m.a. krøv til løðimøguleikar.

Infrakervið við almennum løðistøðum hjá Sev kring landið er eisini víðkað í 2023 við nýggjum almennum løðistøðum í Eysturoynni og Streymoynni. Harumframt verður í løtuni royndarkoyrd nýggj skipan, nevnd Gestaløðing, serliga til vinnukundar, sum hava fyri neyðini at hava løðimøguleikar til starvsfólk og kundar, við smidligum gjaldsmøguleikum.

Loysnin er eisini ætlað privatkundum, sum kunnu bjóða øðrum at løða heima hjá sær, uttan at skula hugsa um avrokning, tí hesum tekur skipanin sær av. Talið á heimaløðistøðum veksur so hvørt, sum fleiri fáa sær elbil.

Arbeitt verður við nýggjari skipan – Heimaløðing – hvørs endamál er at lata elbilaeigarar løða meira burðardygt heima, við tað at Sev í ein ávísan mun stýrir løðingini í mun til tøku grønu orkuna. Við grøna orkuskiftinum, nýggjum loysnum og tænastum, og harvið størri tørvi hjá kundum okkara at biðja um vegleiðing, vaksa krøvini til kundaavgreiðslu hjá Sev. Nýggj orka er tí sett í at veita góða kundatænastu, vegleiðing og ráðgeving. Eisini er avgjørt at gera eina uppfylgjandi kundakanning í samstarvi við Lóður, sum gjørdi kundakanning fyri Sev í 2019.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2023

45 Leygardagur 16. desember 2023

Hoseth: - Hugsavni meg bert um KÍ

- Havi hoyrt nógvar leysasøgur í yrkisfótbólti, og hendan um meg og Start er ikki sonn - havi ikki samskift við felagið, staðfestir høvuðsvenjarin hjá KÍ

- Tað nógv mest sannlíka er, at hetta ikki verður mín seinasti dystur sum venjari hjá KÍ. Tað staðfesti Magne Hoseth á tíðindafundinum undan dystinum í Lille (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lille, Frakland (Portalurin): Mikudagin hevði KÍ sín tíðindafund á Stade Pierre Mauroy í Lille. Har var nærliggjandi hjá okkum at spyrja høvuðsvenjaran hjá KÍ um eitt ávíst evni.

Týskvøldið hevði norska TV2 eina heilt nýggja søgu. Sambært keldum hjá stóra norska miðlinum høvdu nakrir persónar ovarliga í felagnum IK Start havt samtalur við Magna Hoseth um høvuðsvenjarastarvið í felagnum, sum endaði á 5. plássið í OBOS-deildini í fjør.

Hetta skal vera farið fram uttan um ítróttarstjóran hjá Start, har nakað av órógvi er. Eins og Magne Hoseth, hevur Sindre Tjelmeland sáttmála fyri 2024. Søgan gongur uppá, at venjarin hjá KÍ møguliga skiftir, og harvið avloysir Tjelmeland í sessinum í Start

Hetta er tó ikki ein sonn søga - íhvussu er ikki ein, har Magne Hoseth kennir seg aftur í øllum upplýsingunum. Tað staðfesti 43-ára gamli norski venjarin.

- Eg veit ikki hvar hendan uppblásta søgan um Start og meg kemur frá. Eg veit, at samskifti hevur verið við mín umboðsmann - Start hevur líka loddað dýpið hjá honum, og TV2 spurdi hann um viðmerking - men ikki meira enn tað. Eg hugsavni meg bara um KÍ.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Spurningurin frá Portalinum til norska venjaran var, um hann kundi fyrihalda seg til hetta, og um tað veruliga er so, at uppgerðin móti Lille í morgin, møguliga verður hansara seinastu á síðulinjuni fyri KÍ

- Tað nógv mest sannlíka er, at hetta ikki verður mín seinasti dystur sum venjari hjá KÍ. Eg havi verið í yrkisfótbólti síðani eg var 17-ára gamal – sum spælari og síðani sum venjari – og eg havi hoyrt uppá leysasøgur og falskar leysasøgur síðani. Men hetta er ikki nakað, sum eg hugsi um.

Harvið bendir íhvussu er lítið á, at Magne Hoseth skjótt verður í einum starvi í Kristiansand.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2023

46 Leygardagur 16. desember 2023

Trý brotsspørk og 3-0 í síðstu royndini

Í málmøguleikum var ógvuliga javnt í Lille, men tríggjar ferðir peikaði dómarin á brotssparksblettin hjá KÍ, ið fekk tvey reyð kort seinastu løtuna

Jóannes Kalsø Danielsen varð útvísur í samband við brotssparkið, sum í roynd og veru avgjørdi dystin. Tað sá í minsta lagi ógvuliga tunt út (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lille, Frakland (Portalurin): Seinasti kapitulin í hesum evropeiska ævintýrinim hjá KÍ er skrivaður. Tað endaði við einum sterkum avriki men ikki so pent: Klaksvíkingarnir Jóannes Kalsø Danielsen og Jákup Biskopstø Andreasen endaðu sína tíð í evropeiska bólkaspælinum við at gera brotsspark og verða útvístir fyri seinna gula kortið. Harvið vann Lille 3-0 í einum dysti, har munurin í roynd og veru ikki var so stórur.

KÍ hevði fleiri stórar málmøguleikar og heilt góðar støður. Væl fleiri í 1. hálvleiki har útiliðið var vandamiklari enn nummar fýra í fronsku deildini. Árni Frederiksberg og allir tríggir miðverjanir høvdu góðar møguleikar.

Lille var meira omaná í pørtum av 2. hálvleiki, har tað kundi verið 2-0, men Vito Mannone í franska málinum noyddist eisini at bjarga KÍ-royndini. Bestu støðuna hjá KÍ fekk innskifti Páll Klettskarð, sum fekk góða sending frá innskifta Ahmed Latif. Temjingin hjá fría 9'aranum var tó ikki nóg góð, og verjuspælari ruddaði.

Ístaðin fyri mál til KÍ, gjørdi liðið hjá Magna Hoseth hattrikk í brotsspørkum. Tað fyrsta gjørdi Odmar Færø í fyrra hálvleiki, har ársins verjuspælari kanska var heldur aggresivur. Hetta sá tó heldur tunt út, men einki í mun til nummar tvey, tá Jóannes Kalsø Danielsen líka nart við økslina á áleyparanum, sum síðani datt á dramtiskan hátt.

Høgri vongbakkurin fekk sítt seinna gula kort fyri støðuna, ið fyrrverandi Manchester United-spælarin Angel Gomes umsetti til mál. 2-0 og luftin úr KÍ-ballóni.

[object Object]
Jákup B. Andreasen og hinir í bláum vóru ikki serliga nøgdir við dømingina í Fraklandi (Mynd: Sverri Egholm)

Í yvirtíðini varð Jákup Biskopstø Andreasen eisini útvístur fyri takkling í brotsteignum, har KÍ-liðformaðurin sá út til at raka bólt og mann. Brotsspark og aftur trygt Lille-mál.

Annars avrikaði KÍ í stóran mun flott og væl á síðsta leikdegnum og var væl við í øllum dystunum á ymsan hátt. Føroyska liðið endar tó aftast í bólkinum

UEFA Europa Conference League, bólkur A
6. og seinasta umfar - hósdagin 14.desember
 
LOSC Lille -
 KÍ 3-0 (1-0)
29' Yusuf Yazici, br. 1-0
87' Angel Gomes, br. 2-0
90(+5)' Edon Zhegrova, br. 3-0

Reyð kort: Jóannes Kalsø Danielsen (86') og Jákup Biskopstø Andreasen (90 +5')

KÍ (5-4-1): 
Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal (59' Børge Petersen), Odmar Færø (59' Deni Pavlovic), Vegard Forren, Patrick Da Silva  - Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg (72' Ahmend Latif) - Sivert Gussiås (80' Páll Klettskarð)

Slovan Bratislava - Olimpija Ljubljana 1-2 (1-1)

Endaliga støðan í bólkinum 
1. LOSC Lille 14 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
3. Olimpija Ljubljana 6 stig
4. KÍ 4 stig

Tvey tey ovastu liðini komu víðari

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2023

47 Leygardagur 16. desember 2023

Jóannes: - Tá upptúrarnir eru so stórir raka niðurtúrarnir hart

- Trý bílig brotsspørk og tvey reyð kort eru ógvuliga hart at taka. Hetta er annars eitt ekstremt flott avrik, og tað manglar bara at bólturin fer inn, sigur útvísti høgri bakkurin

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Jóannes Kalsø Danielsen fekk sítt seinna gula kort seint í dystinum í Lille fyri at gera brotsspark.

Tá sá út til at vera ógvuliga hart dømt, og tað er útvísti KÍ-bakkurin samdir í.

- Eri kanska heldur seinur inn har, og hann trekkir innum meg og ja.... Har er kontakt, men eg haldi, at tað er ekstremt lítið. Men dómarin dømir tað so.

Tað nívir Jóannes, at KÍ aftur spældi ein góðan dyst og skaptu rímiliga nógv móti einum sterkum liði, men ikki fekk stig burturúr. Tó hava seinastu mánaðirnir verið ógvuliga virðismiklir hjá 26-ára gamla klaksvíkinginum og liðfeløgunum:

- Tað er keðiligt nú...men tá man hyggur aftur á tað um eina viku, so er tað tað størsta, sum eitt føroyskt lið hevur megnað. Hetta eru upplivingar, sum vit koma at minnast alt lívið, og vit hava skapt eitt sterkt samanhald, sum heldur. Tá upptúrarnir eru stórir, raka niðurtúrarnir tó hart.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2023

48 Leygardagur 16. desember 2023

- Ógvuliga errin av mínum spælarum

Brotsspørkini sóu ógvuliga bleyt út, og eg hevði ynskt, at dómarin rakti eitt hægri stig, sigur Magne Hoseth

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lille, Frakland (Portalurin): 3-0 er eitt heldur missvísandi úrslit. Tað helt KÍ-venjarin, Magne Hoseth, eftir seinasta dystin í ár.

Norski KÍ-venjarin hevði tó yvirskot til at smílast. Hann var argur inn á dømingina, men ógvuliga fegin um avrikið hjá sínum monnum: At teir tordu at vera til staðar á stóra leikvøllinum, at virðingin fyri franska stórfelagnum ikki var ov stór, og at man skapti so nógvar møguleikar.

- Skerpni manglaði tó, og tað skulu vit læra av(...) fyrireikingarar til hendan dystin hava ikki verið tær bestu vegna kringumstøður.

Magne Hoseth vísti á nøkur ting, sum KÍ kann taka við til næsta ár - nakað sum hann er í gongd at fyrireikð, hóast eitt slag av jólafrítíð nú kemur væl við.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2023

49 Leygardagur 16. desember 2023

Jóhanna spældi 90 minuttir í javnleiki móti Chelsea

Häcken fekk enn eitt flott úrslit, og er á odda í sínum Champions League-bólki. 18-ára gamla hoyvíkskvinnan, Jóhanna Fossdalsá Sørensen, fær stórt álit

(Mynd: Uefa)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

BK Häcken hevur tikið øll á bóli í Champions League hjá kvinnum í vetur. Svenska felagið, hvørs manslið KÍ sló út úr Champions League, endaði í bólki saman við Chelsea, Paris FC og Real Madrid. Væntað varð at Häcken ikki fór at koma víðari, men eftir at øll liðini hava spælt móti øllum, er liðið úr Göteborg ósigrað á 1. plássi. 

Tað eydnaðist at vinna 2-1 í tveimum teimum fyrstu umførunum. Fyrst í Paris og síðani á heimavølli móti mæta Real Madrid. Hóskvøldið var enn ein stór uppgáva á skránni: Chelsea á Stamford Bridge har ein ung føroysk kvinna stríddist á miðvøllinum fyri útiliðið.

[object Object]Tað var nógv uttan bólt hjá Jóhannu Fossdalsá Sørensen (við rygginum til, nr. 21) og hinum í gulum og svørtum á Stamford Bridge í London (Mynd: EPA)

Chelsea var stórfavorittur, og heimsstjørnur sum Sam Kerr herjaðu eisini á svenska málið. Heimaliðið hevði stóra leikliga yvirvág, og rakti millum annað yvirleggjaran tvær ferðir. Jennifer Falk í málinum hjá Häcken hevði eisini nakrar stórar bjargingar.

Tað var nógv uttan bólt hjá Jóhannu Fossdalsá Sørensen og hinum í gulum og svørtum. 18-ára gamla hoyvíkskvinnnan spældi samfullar 90 minuttir á Stamford Bridge, har tað eydnaðist BK Häcken at standa ímóti og fáa eitt stórt stig. Hetta merkir, at svenska felagið framvegis er á odda í bólkinum, sum er komin hálvan veg.

Jóhanna Sørensen fylti 18 ár síðst í november, og hetta var stórt álit at geva henni. Miðvallarin kom inn í sigrinum á París, og sat á bonkinum allan dystin móti Real Madrid.

Hon hevur eina fortíð í donskum ungdómsfótbólti og í Superliguni. Jóhanna hevur eisini umboðað donsk ungdómslandslandslið. Nú er hon við til at fáa flott evropeisk stig fyri svenska felagið, sum endaði nummar tvey í Damallsvenskan í ár.

Næsta uppgáva hjá Jóhannu Fossdalsá Sørensen og Häcken er eisini Chelsea, sum vitjar á Bravida Arena mikukvøldið 20. desember. Eftir hetta er jólafrí - avgerandi dystirnir í bólkaspælinum verða spældir síðst í januar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2023

50 Leygardagur 16. desember 2023

Venjingardystur móti Danmark í mars

26. mars spæla Danmark og Føroyar á Brøndby Stadion

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fótbóltssamband Føroya hevur fingið avtalu í lag við DBU, ið er danska fótbóltssambandið, at Danmark og Føroyar møtast í venjingardysti á Brøndby Stadion týsdagin 26. mars klokkan 19:15, sum er klokkan 20:15 danska tíð.

Talan er um seinna av tveimum venjingardystum, sum føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla í mars mánaði komandi ár, skrivar FSF á heimasíðuni.

Tíggju dystir eru annars á skránni hjá manslandsliðnum í 2024 – fýra venjingardystir, sum verða í mars og juni, og seks dystir í UEFA Nations League, sum verða í september, oktober og november.

Hvørji mótstøðulondini verða í UEFA Nations League kappingini, verður avgjørt við lutakasti hósdagin 8. februar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2023

51 Leygardagur 16. desember 2023

Samba í Gundadali

25-ára gamli vinstrabeinti vongurin úr Gambia hevur tvey tey seinastu árini spælt 47 dystir við B68. Nú skiftir Mohammed Samba til HB

Mohammed Samba fær nú heimavøll í høvuðsstaðnum. Hann hevur gjørt sáttmála við HB og skal vera eitt vápn í álopinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Samba de B36 plaga tey at syngja í sunnara enda av Gundadali, men tað er felagið, ið hoyrir heima í norðara húsinum, sum nú hevur gjørt sáttmála við Mohamed Samba.

Hann kom til føroyskan fótbólt á vetri í fjør, og tá øll loyvini vóru komin upp á pláss gjørdi hann stóran mun í væleydnaðu bjargingarroyndini hjá B68. Samba skoraði sjey mál í 19 dystum í 2022 - harav seks í dystum sum liðið hjá Jákupi á Borg vann. Hann legði eisini upp til fleiri mál, og skapti órógv hjá mótsstøðuverjum við serliga sínari ferð og dribblingum.

Vinstrabeinti vongurin úr Gambia hevði eitt eins gott kappingarár í ár, men serliga álopskendu dygdirnar eru eyðsýndar. Umframt hetta er hann arbeiðssamur. HB hevur havt eyga á Mohamed Samba, og í vikuni varð sáttmáli kunngjørdur millum partarnar fyri 2024.

Harvið kemur Samba inn í hópin hjá Adolfo Sormani, sum við toymi skal royna at flyta HB upp á tindin aftur í Betrideildini. 

25-ára gamli Mohamed Samba var á vøllinum fyri B68, tá HB vann steypafinaluna á Tórsvølli fyrst í síðsta mánaða. Hann hevur spælt samanlagt 47 dystir og skorað ellivu mál í føroyskum fótbólti.

[object Object]Nýggjasti HB'arin kunngjørdur (Mynd: Havnar Bóltfelag)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2023

52 Leygardagur 16. desember 2023

B36 gjørt sáttmála við Marius Kryger Lindh

24-ára gamli danski vongurin hevur spælt 37 dystir í føroyskum fótbólti og hevur staðið fyri nógvum málum hjá AB seinastu tvey árini

Heimavøllurin hjá Marius Kryger Lindh í 2024 verður í Gundadali (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann var settur í samband við nøkur feløg eftir kappingarenda - millum annað 07 Vestur - men hóskvøldið gjørdist greitt, at Marius Kryger Lindh fer at hava heimavøll í Gundadali í 2024.

Marius Kryger Lindh hevur spælt 37 dystir í føroyskum fótbólti, hevur skorað samanlagt ellivu mál og hevur eisini lagt upp til tvísiffrað tal. Lindh hevur umboðað AB í 2022 og 2023.

Fyrsta partin av hesum kappingarárinum var hann darvaður av skaða. AB flutti niður, men 24-ára gamli danski vongurin kom fyri seg móti endanum og legði millum annað upp til øll trý málini í 3-2 sigrinum á júst B36 á seinasta leikdegi.

Hetta er ein spennandi álopskendur styrkur hjá B36. Marius hevur góða ferð, er snildur og hevur eitt gott skot. Hann skal eftir ætlan standa fyri nógvum málstigum hjá liðnum hjá Dan Brimsvík, sum endaði á 4. plássi í 2023.





Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2023

53 Leygardagur 16. desember 2023

van der Heyden til NSÍ

Kviki belgiski kanturin skiftir úr 07 Vestur. 28-ára gamli Jasper van der Heyden hevur gjørt tvey-ára sáttmála við uppflytararnar

Hann kom til AB í 2020 og hóast niðurflyting hjá felagnum gjørdi van der Heyden vart við seg. Hann vann FM við KÍ í 2021 og hevur tvey tey seinastu árini spælt við 07 Vestur (Savnsynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

NSÍ kunngjørdi í vikuni ein kærkomnan styrk til álopspartin: 

- NSÍ-leiðslan er í gongd við at fyrireika hópin til eitt nýtt ár í bestu deildini, og nú hevur ein av profilunum í føroysku kappingini seinastu árini skrivað undir. Jasper er upprunaliga úr Belgia, men hann hevur seinastu fýra kappingarárini spælt í bestu føroysku deildini. Tað er blivið til 88 dystir og heili 22 mál.  

Jasper van der Heyden hevur umboðað AB (2020), KÍ (2021) og síðani 07 Vestur tvey tey seinastu árini. Tað varð væntað, at vongurin fór at halda fram har vesturi, men soleiðis varð ikki.

Sambært heimasíðuni hjá NSÍ er talan um ein spælara, ið hóskar ógvuliga væl til tað, sum man kennir NSÍ fyri:

- Talan er um ein royndan leikara, ið hevur júst tær dygdirnar, ið eyðkenna ynskiliga NSÍ-spælið. Hann er kvikur, hevur sera góðan bóltførleika, og so er hann hartil málfarligur (...) Vit gleða okkum til at síggja Jasper ganda við bóltinum á vøllinum við Løkin.

Á nsi.fo verður víst til, at meira styrkur er á veg. Higartil eru tveir útlendskir miðverjar komnir til felagið eftir uppflytingina - ein úr B71 og ein úr triðbestu svensku deildini.

Venjarin Jens Wedeborg kennir eitt sindur til Jasper van der Heyden frá tíðini í Klaksvík. 28-ára gamli belgiski spælarin hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við NSÍ.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2023

54 Leygardagur 16. desember 2023

Gundur í tvey ár afturat

ÍF hevur kunngjørt sáttmála við lyklaleikara. 22-ára gamli fuglfirðingurin hevur spælt beint undir 100 dystir í Betrideildini fyri barndómsfelagið

Gundur Petersen og Tóri Nolsøe Olsen, ið eisini hevur longt sín sáttmála við barndómsfelagið, fengast um flott mál hjá Gunduri í sigri á AB (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

ÍF helt sær uppi í Betrideildini við einum serliga einum góðum endaspurti. Ein av orsøkunum var Gundur Ellingsgaard Petersen. 

Nummar 14 á miðvøllinum spældi væl í nøkrum avgerandi løtum, og skoraði millum annað í heimasigri á EB/Streymi, í ólavsøkusigrinum á TB og tvey mál í 3-1 sigrinum á AB í 23. umfari.

22-ára gamli fuglfirðingurin hevur eyðsýndar tekniskar dygdir við bóltinum. Gundur kann bæði hava bóltin trygt í løtum og fara avstað við honum. Nú er greitt, at vinstrabeinti lokali leikarin heldur fram í reyðum - til og við 2025.

- Gundur hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við ÍF. Vit í ÍF eru sera fegin um, at Gundur ynskir, at halda fram tvey tey næstu árini hjá okkum, skrivaði ÍF í vikuni.

Gundur Ellingsgaaard Petersen hevur spælt 98 dystir og skorað ellivu mál fyri ÍF í Betrideildini - fimm av teimum í 2023. Samanlagt hevur hann yvir 100 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. desember 2023

55 Leygardagur 16. desember 2023

Rógvi Baldvinsson er nú givin á høgum stigi

34-ára gamli havnarmaðurin í Noregi spældi 52 A-landsdystir og skoraði fýra mál. Hann endaði sína fótbóltsleið í Bryne og hevur seinastu árini verið skaðadarvaður

Rógvi Baldvinsson í landsdysti á Ullevaal í 2019, tá hann spældi tíggju A-landsdystir. Familjan flutti til Noregs, tá Rógvi var barn, og hann hevur næsran bert umboðað lið í næst- og triðbestu norsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein av teimum sum fyrr í ár umboðaði føroyska A-landsliðið við monnum er nú givin at spæla fótbólt - í øllum førum á høgum stigi.

Talan er um Rógva Baldvinsson, sum í síðstu viku hevði 34-ára føðingardag. Tað eru fåair dagar síðani, at Rógvi spældi sín seinasta dyst. Tað var play-off dysturin móti Kristiansand, sum í vikuskiftinum flutti upp i bestu norsku deildina. Hann endaði við tapi eftir brotssparkskapping.

Síðani 2017 hevur miðverjin/verjukendi miðvallarin umboðað Bryne FK, sum í 2020 flutti upp til næstbestu deildina. Hann spældi eisini við felagnum í 2013. Felagið, har Erling Haaland vaks upp, er tað, sum Rógvi Baldvindsson hevur spælt flest vaksnamannadystir fyri. Ålgård hevur hann eisini umboðað nógv. Tað er felagið, sum havnarmaðurin spældi við fyrstu árini.

Rógvi Baldvinsson varð føddur í Føroyum 6. desember í 1989. Hann hevði helst umboðað B36, um familjan ikki varð flutt til Noregs. Hetta var, tá Rógvi var fimm-ára gamal. Hann hevur ongantíð umboðað eitt føroyskt felag, men í 2010 spældi sterki spælarin tveir U21-landsdystir og skoraði eitt mál - í 3-1 sigrinum á Andorra.

Árið eftir fekk tá 21-ára gamli Rógvi Baldvinsson møguleikan á A-landsliðnum: Fyrsti dystur var móti Slovenia á Svangaskarði, og seinni tað árið var millum annað Italia á skránni. Hann var mest í miðverjuni, og var mest fastur maður fyrstu árini á landsliðnum.

Rógvi spældi til dømis allar tíggju dystirnar í EM-undankappingini í 2019. Størsta løtan á landsliðnum var helst sigursmálið móti Malta á Tórsvølli tað árið: Rógvi stútaði bóltin í málið eftir hornaspark eftir 70 minuttir í tí, sum var seinasti heimadystur hjá Lars Olsen og Atla Gregersen.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Hann hevði ein serstakan eginleika í luftspæli og í deyðbóltunum. Rógvi Baldvinsson var áleypari sum ungdómsspælari og fyrstu vaksnamannaárini og skoraði 4 mál í 52 A-landsdystum. Tað er gott fyri ein verjukendan spælara hjá Føroyum.

Umframt omanfyrinevnda sigursmál, skoraði hann á venjingardysti á Malta í 2013 og so vóru tað tvey eyðkend mál eftir lang innkøst: Leiðslumálið á Tórsvølli móti Svøríki í 2012, og til 2-1 niðri í Portugal í 2017 tá Cristano Ronaldo gjørdi hattrikk. Bæði vóru fluktarar.

Samanlagt gjørdist talan um 52 A-landsdystir hjá Rógva Baldvinsson. Tveir teir seinastu komu í ár: Hann byrjaði inni í miðverjuni í venjingardysti í Norðurmakedonia í mars og kom á vøllin til seinastu minuttirnar í 0-3 heimatapinum fyri Kekkia í juni. Síðani hevur verjukendi spælarin ikki verið úttikin.

Umframt at spæla fótbólt í næstbestu og triðbestu norsku deildini seinastu mongu árini, hevur Rógvi verið útvarpsvertur, og er hann væl lýddir í Noreg. Tann leiðin eigur sín leiklut í avgerðini í at gevast, men eru tað eisini mongu skaðarnir.

- Tað er ein samanseting av ymiskum. Tey seinastu trý árini havi eg verið nógv skaddur, og so eri eg 34 ár, so uppvenjing aftaná skaða hevur tikið eitt sindur av tíð. Samstundis hava vit ein ungan miðverja sum er ordiliga ’’up and coming’’, so min tið er komin. So havi eg eisini onnur ting uttanfyri vøllin, sum er ordiliga spennandi - so eg avgjørdi, at nu var nokk. Sjálvandi er tað serligt, men eg hevði møguleikan at leingja eitt ár, so tad er gott at steðga sjálvur og ikki bliva ’’kastaður’’ vekk, tí man er ov gamal, segði hann við bolt.fo í vikuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. desember 2023

56 Leygardagur 16. desember 2023

H71 og VÍF vunnu

Tveir dystir í Burn deildini eru leiktir í dag

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Lív Rúnadóttir

Tveir dystir í burn deildini blivu leiktir sunnudagin.

Hoyvíkingar tóku ímóti StÍF í hoyvíkshøllini. H71 vann sannførandi 31-22, og hálvleiksstøðan var 15-10 til hoyvíkingar. Sveinur Olafsson og Louis Christy vóru toppskjúttar hjá H71 við sjey málum hvør. Toppskjútti hjá StÍF bleiv Kasper Sommer við seks málum. 

Ì høllini á Hálsi tóku neistamenn ímóti VÍF. Vestmenningar vunnu 26-21, og hálvleiksstøðan var 16-10 til VÍF. Tróndur Kragesteen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum, og Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF við átta málum. 

Í vikuni eru tveir dystir spældir í Burn deildini.

Mikukvøldið tók StÍF móti VÍF í høllini á Skála. Vestmanningar vunnu 34-30. Hallur Arason og Jóhannes Bjørgvin skutu 7 mál fyri VÍF. Djóni J. Petersen var toppskjútti hjá StÍF, eisini við 7 málum.

Hóskvøldið spældi Team Klaksvík móti H71 í Badmintonhøllini. Hoyvíkingar vunnu stórsigur 42-24. Helgi Poulsen skjeyt 9 mál fyri H71, meðan Nikolay Bliznov skoraði 8 ferðir fyri Team Klaksvík.

Støðan í Burn deildini er tann, at VÍF hevur 16 stig, H71 hevur 15, Kyndil 12, Neistin 9, KÍF 8, Team Klaksvík 5 og StÍF 3 stig.

Komandi dystir:

Leygardagin kl. 16: VÍF - Kyndil í Høllini í Vestmanna
Leygardagin kl. 16: Neistin - StÍF í Høllini á Hálsi



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2023

57 Leygardagur 16. desember 2023

H71, Neistin og EB vunnu sunnudagin

Tríggir dystir í SMS-deildini farna vikuskiftið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Lív Rúnadóttir

Tríggir dystir vórðu leiktir í SMS-deildini sunnudagin. 

H71 tók ímóti Stíf í Hoyvíkshøllini. Úrslitið gjørdist 29-23 til H71, og hálvleiksstøðan var 15-11. Elsa Egholm gjørdist toppskjútti hjá heimaliðnum við 8 málum, og Natasja Hammer varð toppsjútti hjá Stíf við 10 málum. 

Í høllini á Hálsi leiktu Neistin og VÍF. Neistin vann 26-24, og støðan í hálvleikinum var 14-12 til Neistan. Bjørk F. Joensen var toppskjútti hjá neistanum við 10 málum, og Agnas Funn var toppskjútti hjá VÍF við sjey málum. 

Triðji dysturin varð spældur í høllini á Eiði, har eiðiskvinnur tóku ímóti Stjørnuni. Dysturin endaði við einum 33-29 sigri til EB, og hálvleiksstøðan var javnleikur 15-15. Talita Alves var toppskjútti hjá EB við tíggju málum, og Durita Ljósheim Johansen var toppskjútti hjá stjørnuni við 11 málum. 

Støðan í SMS-deildini er tann, at Neistin er á odda við 20 stigum, Kyndil hevur 18, H71 14, StÍF 12, VÍF 10, Stjørnan 6, EB 5 og VB 1 stig.

VB og Kyndil hava spælt 10 dystir - hini hava spælt 11.

Komandi dystir:

Leygardagin kl. 13.30: EB - VB í Høllini á Eiði
Leygardagin kl. 14: VÍF - Kyndil í Høllini í Vestmanna
Leygardagin kl. 14: Neistin - StÍF í Høllini á Hálsi
Leygardagin kl. 14: Stjørnan - H71 í KÍ-høllini í Klaksvík





Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2023

58 Leygardagur 16. desember 2023

Kyndilskvinnur vunnu bólk 2.

Kyndil hevur vunnið bólk 2. í Faxe Kondi steypakappingini, eftir stórsigur á VB

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Lív Rúnadóttir

Seinasti dysturin í bólkaspælinum í Faxe Kondi steypakappingini varð leiktur í Vági farna vikuskiftið, har VB tók ímóti Kyndli í bólki 2. 

Úrslitið gjørdist ein sannførandi 36-21 sigur til kyndilskvinnur. Hálvleiksstøðan var 17-12 til Kyndil. Toppskjútti hjá Kyndli gjørdist Nadja Pejovic við heili trettan málum, ímeðan Sanja Pajic var toppskjútti hjá VB við seks málum. 

Úrslitið merkir, at Kyndil vinnur bólk 2., og er víðari til hálvfinalurnar. Kyndil og Neistin hava bæði fimm stig í part, men Kyndil hevur betri málmun, eftir sannførandi sigurin á VB sunnudagin. 

Kyndil møtir sostatt VÍF í hálvfinalunum, og Neistin møtir H71. 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. desember 2023

59 Leygardagur 16. desember 2023

Dráttur framvegis ósigrað, men tað var tepurt ímóti SÍ 

Dráttur vann styrkiroyndina mikukvøldið ímóti einum av høvuðsavbjóðarunum til FM-finalurnar, SÍ, men tað var so tepurt, sum tað kundi vera: 16-14 í fimta setti

(Mynd: Dráttur)
SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Dráttur – SÍ 3-2 (25-17, 25-15, 23-25, 21-25, 16-14)

Eftir at Dráttur hevði lagt seg á odda 9-5 í fyrsta setti, vann SÍ sjey bóltar á rað og fór framum 12-9. Men fýra bóltar seinni var Dráttur aftur frammanfyri, 13-12. Heimaliðið gjørdi síðani eitt skarvslop við seks stigum á rað frá 18-16 til 24-16, áðrenn settið varð tryggjað við 25-17.

Annað sett gekk aftur og fram til 10-10, tá Dráttur í tveimum røðum fór upp á 20-11, áðrenn settið var vunnið 25-15. 

Í triðja setti hevði SÍ munin í fyrstuni, men megnaði ikki veruliga at slíta seg leyst. 15-12 og 16-13 leiðslur vórðu eisini mistar, og so fór Dráttur í staðin framum 21-19, áðrenn javnleikur aftur var við 22-22. Tanja Falkvard var sterk í blokkinum hjá SÍ, og syrgdi fyri tveimum settbóltum, og tí seinna gjørdi Sofía Weihe Simonsen sær dælt av, eftir at hon hevði misnýtt tann fyrra.

Stóran part  av fjórða setti hevði Dráttur munin, sum tó var tepur, kortini onkuntíð upp á trý, men eftir 19-18 til Drátt, vann SÍ seks stig á rað, og so var settið komið undir land.  

Í javnbrótaranum legði Dráttur best fyri, og fór framum 6-2 og 12-9, áðrenn SÍ vann fýra stig á rað og legði seg á odda 13-12. Sissal Ellefsdóttir javnaði til 13-13 við blokki, og eftir misskiljing hjá SÍ vann Dráttur sær dystarbólt. SÍ yvirlivdi, hóast trupult var at koma framvið blokkinum við Terezu Kerpcarová, Anniku Niclassen og Sissal Ellefsdóttir, men í triðju royndini eydnaðist tað loksins hjá Sofíu Weihe Simonsen. Tereza Kerpcarová vann við væl plaseraðum slagi oman í krókin Drátti enn ein dystarbólt, og honum tók slovakin sær eisini av. Fyrra smassjið steðgaðu Rhilari da Silva og Paula N. Joensen í blokkinum hjá SÍ, men í aðru syftu fór smassjið í blokkin og út – og so hevði Dráttur vunnið dystin.   

Farna vikuskiftið vórðu tríggir dystir spældir í bestu kvinnudeildini. Mjølnir vann á KÍF á heimavølli, Tað gjørdi SÍ á TB eisini og Dráttur vann á Ternuni á útivølli. Allir dystirnir endaðu 3-0.

Dráttur er so statt framvegis ósigrað, og hevur vunnið 25 av 27 møguligum stigum. SÍ klintrar við eina stiginum upp á annaðplássið, men tað er fyribils bert til láns, tí Fleyr á triðjaplássinum eigur tveir dystir til góðar, og fimm stig aftanfyri Fleyr liggja Mjølnir og TB við trimum dystum til góðar. Hesi bæði møtast í Trongisvági leygardagin. Sunnudagin tekur Fleyr ímóti KÍF.

Teir verða samstundis seinastu dystirnir í landskappingini, til hon byrjar aftur 14. januar. 6. januar verður skjøtul settur á Bónus steypakappingina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. desember 2023

60 Leygardagur 16. desember 2023

Mjølnir vann á SÍ í oddadystinum

SÍ vann fyrsta settið, men oddadysturin gjørdist ikki so spennandi, sum seinast, liðini møttust

(Mynd: Mjølnir)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroya Tele-deildin, menn:
Mjølnir – SÍ 3-1 (17-25, 25-22, 25-21, 25-19)

Fyri aðru ferð í ein mánað stóð oddasessurin farna vikuskiftið upp á spæl ímillum Mjølnir og SÍ, og aftur hesa ferð fingu vit ein spennandi dyst, hóast hann ikki var heilt so dramatiskur, sum fimmsettarin seinast. 

SÍ legði seg tíðliga fýra stig framum í fyrsta setti, og tann munurin hevði heldur hug at vaksa enn at minka, so hvørt sum settið leið.  

Í øðrum setti var viðvent; nú var tað Mjølnir, sum lá eini trý, fýra stig frammanfyri, og hevði hug at økja. Mjølnir økti eisini upp í 22-16, men so fór Cristiano Campos at serva fyri SÍ, og hørðu servurnar – harímillum tvey ess – voldu Mjølni stórar trupulleikar, og skjótt gjørdist javnleikur 22-22. Men longur kom SÍ ikki, tí fyrst hamraði Mateusz Pazgan bóltin í gólvið til 23-22 til Mjølnir, síðan gekk ein dómur SÍ ímóti, og til seinast blokkaði Stefan Rosenlund smassjið frá Hjørti Joensen. Fyri SÍ kendist tað snópisligt, fyrst at hava gjørt tað harða arbeiðið at javna til 22-22, fyri síðan at tapa teir tríggjar avgerandi bóltarnar.

Í triðja setti hevði SÍ munin fyrra helmingin og var á odda 9-5, tá munurin fór at minka aftur. Javnt var við 10-10, og leingi skifti støðan síðan ímillum javnleik, og at Mjølnir var frammanfyri  við einum. Eftir javnleik 21-21 vann Mjølnir fýra á rað, og aftur vann blokkurin seinasta bóltin; hesaferð var tað Ólavur Johannesen sum steðgaði smassjinum frá Hjørti Joensen.    

Eftir at hava verið aftanfyri við fimm stigum í fjórða settinum, fekk SÍ samband aftur við støðuna 14-15, men skjótt vaks munurin aftur, og Mjølnir fór upp á 20-16 og vann síðani settið 25-19, sum ongantíð gjørdist veruliga spennandi.   

Fleyr vann samstundis lættliga 3-0 á Ternuni.

Mikudagin spældu Mjølnir og ÍF í Klaksvík. Heimaliðið vann 3-0.

Støðan í bestu mansdeildini er tann, at Mjølnir hevur 21 stig, SÍ hevur 14, ÍF 10, Fleyr 9 og Ternan einki stig. Mjølnir hevur spælt 8 dystir, hini liðini 7.

Í morgin hittast Fleyr og Ternan í Høllini á Hálsi. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2023

61 Leygardagur 16. desember 2023

Mótstøðuliðini hjá flogbóltslandsliðunum funnin

Europa League: Menninir skulu í mai og juni 2024 leika 6 dystir í Íslandi, Føroyum og í Eysturríki og kvinnurnar Montenegro, Luksemburg og Føroyum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mikudagin var lutakast á høvuðsskrivstovuni hjá Evropisku Flogbóltssamgonguni - CEV - í Luksembourg. Her gjørdist greitt, hvørjum føroyska landsliðið hjá monnum í flogbólti skal leika ímóti í Evropa League næsta ár, har Føroyar luttaka í Silver League.

Fyrstu dystirnir verða í Íslandi 17. til 19. mai 2024. Tá leika Føroyar ímóti Íslandi og Ísrael. Síðani verða Føroyar vertir hjá Eysturríki og Íslandi, har fyrsti dysturin verður ímóti Íslandi og síðani verður leikt ímóti Eysturríki. Hesir dystirnirnir verða vikuskifti 24. til 26. mai.

Síðsta umfarið hjá føroyska liðnum verður 7. til 9. juni. í Eysturríki. Tá leika Føroyar ímóti Eysturríki og Ísrael.

Nr. 1 og 2 í hesum bólkinum fara síðani víðari til eina finalu um uppflyting til Golden League.

Tað er sannlíkt, at talan verður um spennandi dystir. Føroyar liggja nr. 36 á evropiska styrkilistanum, tvey pláss framman fyri Ísland, og tvey pláss aftan fyri Ísrael. Eysturríki, sum helst er favorittur at vinna hesa kappingina, liggur nr. 29 á styrkilistanum.

[object Object]

Kvinnurnar fáa sterka mótstøðu

Nøkur lond ganga aftur frá Silver League í ár, og nøkur nýggj mótstøðulið eru.

Føroyska kvinnuliðið leggur fyri í Montenegro 17. til 19. mai 2024, har tær leika ímóti Montenegro og Georgia. Føroyska liðið, sum liggur nr. 37 á evropiska styrkilistanum, vann í ár ímóti Georgia, sum liggur nr. 32 á styrkilistanum. Spennandi verður at síggja, um kvinnurnar megna at endurtaka bragdið.

Montenegro, sum eisini var eitt av mótstøðuliðunum í ár, er sterkari mótstøða. Liðið liggur nr. 23 á styrkilistanum hjá CEV.

Næsta umfarið verður 24. til 26. mai í Luksembourg, har mótstøðuliðini eru Ungarn og Luksembourg. Liðið úr Luksembourg liggur eitt pláss framman fyri Føroyar, so her bíðar ein spennandi dystur. Ungarn hinvegin er nr. 25 á listanum, so her er talan um sterka mótstøðu.

Síðsta umfarið hjá føroysku flogbóltskvinnunum verður 7. til 9. juni í Føroyum. Her koma Bosnia Hersegovina og Finnland á vitjan. Á pappírinum er Bosnia Hersegovina sterkasta liðið í kappingini. Tær liggja nr. 15 á evropiska styrkilistanum. Finnland er nr. 27 á styrkilistanum.

Í hesi kappingini skal føroyska liðið helst leggja seg eftir at fáa góð úrslit ímóti Georgia og Luksembourg.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2023

62 Leygardagur 16. desember 2023

Talv: Havnin á odda

Øll liðini í fremstu deildini hava nú telvað fýra dystir hvør

Helgi Dam Ziska og Havnar Telvingarfelag kunnu halda jól sum oddalið í landskappingini (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Útsetti talvdysturin í fjórða umfari í 1. deild millum Klaksvík og Havnina var telvaður týskvøldið.

Havnarmenn vunnu stórsigur, og endurvunnu leiðsluna í deildini. A-liðini hjá Havnini og Sandavági hava longu lagt seg lagt undan hinum. Havnarmenn eru nú eitt stig fremri. Innanhýsis dystirnir teirra millum verða eftir øllum at døma sera avgerandi, tí higartil hava oddaliðini gjørt bart í hvørjum dysti.

Fyrri sínamillum dysturin verður í fimta umfari hin 6. januar.

Øll liðini í fremstu deildini hava nú telvað fýra dystir hvør, og steðgur verður nú í landskappingini til nýggjárs.

4. umfar 12. desember

Klaksvík - Havnin ½ - 3½
Ólavur Simonsen - Helgi Dam Ziska 0 – 1
Terji Petersen - Carl Eli N. Samuelsen ½ - ½
Rani Nolsøe - Luitjen A. Apol 0 – 1
Tummas M. Sólsker - Sjúrður Thorsteinsson 0 - 1

Støðan í 1. deild eftir fýra umfør
1. Havnin (1) 14½ stig
2. Sandavágur (1) 13½
3. Klaksvík (1) 7½
4. Sandavágur (2) 6
5. Havnin (2) 4½
6. Klaksvík (2) 2 stig 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. desember 2023

63
Leygardagur 16. desember 2023

FRITS livdi og fagnaði lívinum

Minningarorð/hugleiðingar um fjøltáttaða listamannin, Frits Johannesen, í Fuglafirði

(Mynd: Eybii myndir)
SkrivaÐ:

Hugleiðingar / Jonhard Mikkelsen, Sprotin

Í myndunum fóru menn í grind við harmoniku, meðan hvalirnir dansaðu um bátin.

Hann plagdi at seta altarborðini niðan á Skálafjall, og har uppi sótu eisini kamartónleikarar og bregdaðu tónleik inn í fagrar líðir, mosa og krákuber.

Hann hevði gjørt av, at 80 ára dagin í 2024 skuldi lagkøkan vera formað sum ein stór, grøn krokodilla.

Men hann náddi ikki dagin

---

Hann stjórnaði kórum, fekk bygdina at syngja, setti sangleikir upp, sang við stórkórum, komponeraði, skrivaði ummæli og greinir og málaði lívsjáttandi, litfagrar myndir.

Hann fylgdi við øllum mentanarligum virksemi í landinum. Spardi ikki at eggja til og stimbra listasálir og ummæla og fara á framsýningar og konsertir. Gjørdi alt, sum gjørligt er, at fjálga um.

Men nú náddi hann ikki longur.

Frits var ein skemtiligur maður. Hann átti eina ær, sum kom oman ímóti køksvindeyganum hvønn morgun klokkan sjey. Hon kom at lurta eftir andaktini, segði hann. So hugdu tey bæði alskin hvørt upp á annað, meðan sálmurin varð sungin – so hon til fjals aftur.
Helst eindømi, men hetta var ein av teimum søgunum, honum dámdi so væl at taka afturí aftur við einum stórum smíli. 

Og tað eru ikki so fáar søgur, sum hann visti at siga frá á sínum langa gongutúri sum bygdarmaður, sum lærari, sum seyðamaður, sum kórleiðari, sum málari.

Hann kundi fylgja eini tónarás frá tí, hann sang hjá Herlufi Berthelsen, til hann sjálvur stjórnaði kóri. Hann kundi gera ferð gjøgnum søgurnar um seyðin og fjalldagar í Halgadali og Góðadali og Klemmuni, søgurnar um Alexandur Abrahamsen og Arnold Øre, løturnar saman við Hans Olafi og øllum hinum vinmonnunum – hansara gudsvinum. Um dussarnar, teir fingu sær í Bispagarðinum millum ár og dag.  Øllum hesum segði hann mær frá, tí hann var eitt fjøltáttað menniskja – ein fjøltáttaður bygdarmaður.

Hann málaði eisini teinin, hann gekk, og hann málaði teir tankar, ið mangan fyltu hugan hesi mongu árini. Endurspeglingar av hesum tonkum hanga nú spjaddar um alt landið.

Tey, sum eru góð við okkara land, teimum, sum dámar væl at búgva her, tey eiga evnini at fylgja við árinum, sum tað skiftir lyndi. Duga vit ikki at laga okkum eftir ársins lyndi, er ilt at trívast her. Frits dugdi tað – hann fylgdi ársstevinum, og við tí hugburði, ið Frits hevði til lívið, tilveruna, medmenniskju og land, sýnti hann ein tokka til alt.

Eitt konufólk, sum liggur á eini fjallarøð – nakið við eini sello millum lørini og strýkur hesum ediliga tóli – er eitt tað allarbesta myndevnið, Frits hevur málað. Ella tá ið hon spælir violin – spilnakin – og hann situr og spælir harmoniku í skipstroyggju. Eingin annar brúkti hesi myndevni. Eingin annar enn Frits.

Hetta var egið, hetta var hansara, og hetta spratt úr einum grundleggjandi kærleika til alla tilveruna. Ikki minst kvinnuna og tað sansaliga.

Tá ið eg tosaði við Frits, tosaði hann eyðmjúkur um undrið í skapanarverkinum, um margfeldið í tí lítla landinum, og hann tosaði um øll tey, ið komin vóru úr smáum plássum og úr smáum korum um alt landið og høvdu kortini fingið eyga á tað alheimsliga í tilveruni.

– Vit mugu ongantíð gloyma tað fólksliga í listini, segði hann. Vit mugu ikki bara dyrka tað akademiska, so gott sum tað kortini er – gloym ikki, at tað er úr mannasálini, at øll list er sprottin – ikki universitetunum.

Frits sendi Sprotatíðindum nógv tilfar millum ár og dag. Her eru tvey smá brot úr tí rúgvuni, sum siga, hvussu hann hugsaði.

Ein dagin er Frits á veg til Havnar og skrivar:

Fert tú út um Syðrugøtueiðið, liggur Skálafjørðurin sum ein vøgga fyri tær. Barn, sum liggur og pliar í vøgguni, sær ljós á hvørjum fingri, og soleiðis kanst tú síggja fjørðin t.d. tíðliga onkun morgun, tá ið sólin hevur fingið fastatøkur á fjarðarvatninum uttast við. Smátt ljós skyggir við fjarðarmunnan og floytir sær á smáum aldum slíkan morgun. Tað er munur á og so at hava veðurgrátt um teg allastaðni. Soleiðis er hetta landið, sum goymir at so nógvum ljósi, at tað er torført at seta orð á, men grátt ...

Soleiðis tosar bara ein myndlistamaður.

Fyri at koma burtur úr hesum køvandi, lagliga doðaveðri fór eg inn til Miu mostur í Ansastovu at fáa mær ein morgunduss. Her var títt upphav í móðurlegg, og stóð Mia mostir ljóslivandi við slagborðið og segði: ”Tú ert ikki neyðsendur í morgun, tú brosar so!” Tað var, eins og alt loysnaði upp fyri tær henda gráa morgun. Bara hoyra Miu tala var ein opinbering. Tú vart frelstur undan tí grábeinta ljósinum, sum nú lá í andaleypi á trappusteininum.

At hugsa sær, um vit øll vóru so livandi við so opnum sonsum?

Upp undir jól skipaði Frits fyri jólahugna í kirkjuni, og – lærari sum hann var – bregdar hann Fuglafjørð og fuglfirðingar inn í evangeliið og sigur í einum parti:

Veðrið var so frágera gott jólaaftan hetta árið. Alexandur Abrahamsen og Arnold Øre vóru farnir yvir á Góðadal at hyggja til seyðin. Gamalt var í Góðadali at fara yvir at grava út úr bólum og húsum upp undir jól. Seyðurin skuldi hava tað gott um jólini. Soleiðis varð eisini gjørt hetta árið. Arnold Øre og Alexandur Abrahamsen vóru komnir til bólið við Kálvaslætta. Seyðurin lá kvirrur hesa Harrans løtu og jótraði á tí víðu fløtuni í Føroya vakrasta og breiðasta dali.

Alt í einum stóð Harrans eingil hjá teimum; dýrd Harrans ljómaði um teir, og teir vórðu ógvuliga óttafullir. Men eingilin segði: Óttist ikki, tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði.

Arnold og Alexandur hugdu hvør upp á annan og undraðust. Teir hildu, at vert var at fara at taka seg niðanfrá aftur og leggja leiðina aftur til Fuglafjarðar. Teir løgdu so leiðina upp ígjøgnum Smørstíggj, upp í Ryskihjalla og upp um Háls.

Tað var ein føgur sjón, sum møtti teimum júst í tí løtu, teir komu upp um Háls. Tá sóu teir eitt ljós, sum skygdi um allan Fuglafjørð. Ljóskeldan kom undan Luftbrúnni á Stórubrúgv, sum goymdi at einum ovurviðkvomum ljósi, sum hvørgin teirra hevði sæð áður.

Hesir báðir hirðar fóru við skundi norður á Brúnna og funnu øll trý: Mariu, Jósef og barnið og tilbóðu tað. 

Soleiðis ger ein meistari. Bara ein meistari, sum býr í síni bygd saman við sínum og er góður við tey. Kennir hvørja kleyv, kennir hvørt staðarnavn, elskar sínar ær og hevur fylgt við allari samfelagsmenning í mong, mong ár. Sum eisini í sínum eldhuga røkk út um bøgarðarnar og á sinni læt Sprotanum málningar í ovfarakæti um, at nú var ein smiðja fingin at virka, sum fór at gera málsliga stríðið lættari hjá lærarum og øllum øðrum. Hann vildi vísa sítt takksemi og eisini lætta um hjá okkum.

Vit sprotar goyma Frits væl í hjørtum okkara.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. desember 2023

64 Leygardagur 16. desember 2023

Jonhard fyllir 70

Føðingardagsheilsan til Jonhard Mikkelsen

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Føðingardagsheilsan / Árni Dahl

Í farnu viku varð skipað fyri væl eydnaðum hátíðarhaldi í Løkshøll, har ið fólk í hópatali fagnaðu Jonhardi Mikkelsen, sum 11. desembur fer um tey sjeyti árini.

Mær barst frá at vera hjástaddur henda seinnapartin, men eina føðingardagskvøðu skal maðurin fáa, nú ið hann røkkur dustsins.

Øll, sum kenna Jonhard, vita, at hann er eitt arbeiðsgrev, og so eigur hann gávurnar at greina út avbjóðingar og at finna loysnir, tá ið eitt verkevni verður sett á breddan.

Eftir lokna útbúgving í Áarósa, har ið hann las enskt, og í Havn, har ið hann tók prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum, fór hann at starvast á Føroya studentaskúla í 1981.

Hann kom skjótt til ta niðurstøðu, at tú sum undirvísari má gera tær greitt, at tað bæði er tyngjandi og spillandi fyri føroyskt mál, at skúlanæmingar altíð skulu umvegis annað mál – danskt – skulu teir fáast við fremmandan tekst: enskan, týskan, franskan ella spanskan.

Og so setti hann sær fyri at loysa henda knútin. Sjálvandi gjørdi hann hetta ikki einsamallur, nú 24 orðabøkur/orðalistar liggja frammi á Sprotasíðuni. Nógv fólk hava lagt nógv arbeiði í hetta verkið at útvega tilfar til ein føroyskan orðabókaportal. Men maðurin úr Vestmanna hevur hildið og heldur um stýrisvølin – eingin hevði gjørt honum hetta eftir.

Jonhard hevur eisini roynst væl innan skúlans gátt, fyrst sum lærari, seinni lærugreinaráðgevi í føroyskum á Føroya studentaskúla/miðnámi árini 1981-95 og síðani sum lektari á Føroya læraraskúla/Námsvísindadeild Fróðskaparsetursins 1995-2017.

Sum lærarar á lærara-/námsfrøðingaútbúgvingini høvdu vit gott samstarv, og saman sótu vit í málstevnunevndini, sum í 2007 læt frá sær álit um at bøta um korini hjá móðurmálinum á so mongum økjum. Í samandráttinum sæst, at vit mæltu løgtinginum til at játta stívliga 70 milliónir yvir fýra valskeið. Hvør einstøk játtan var nágreinað út í odd og egg.

Ein arbeiðsdag brúkti Føroya løgting upp á hetta álitið. Síðani varð tað lagt í eina skuffu, og at kalla einki er játtað av tí, sum skotið varð upp. Til at undirstrika, hvussu eiðasør okkara politiska skipan er, kann verða nevnt, at nevnda játtan er at rokna sum pinkupartur av einstøkum verkætlanum, sum nú eru á skrá – og tær gagna hvørki máli ella mentan.

Við sínum o.u. 500 útgávum er Sprotin, sum Jonhard stýrir, millum fremstu og virknastu forløgini í landinum.

Tað eigur eisini at verða nevnt, at vestmenningurin var ein av samskiparunum, tá ið verkevnið Islex varð sett á breddan árini frá 2005 til 2011.

Hetta er talgildur pallur við 54.400 orðum, sum øll uttan at gjalda ella rita inn kunnu fara inn á. Pallurin tekur støði í íslendskum.

Lærdómsstovnarnir, ið varða av Islex, eru

  • Stofnun Árna Magnússonar í íslenskum fræðum, Reykjavík
  • Det Danske Sprog- og Litteraturselskab, Keypmannahavn
  • Institutt for lingvistiske, litterære og estetiske studier við lærda háskúlan í Bergen
  • Institutionen för svenska språket við lærda háskúlan í Göteborg
  • Fróðskaparsetur Føroya,Tórshavn
  • Lærdi háskúlin í Helsinki, Finnlandi

Hetta er pallur við orðatýðingum, sum eisini sigur frá, hvussu setningar kunnu týðast millum íslendskt, føroyskt, nýnorskt, norskt bókmál, svenskt og finskt.

Fyri føroyska partinum vóru Jógvan í Lon Jacobsen, professari, og Zakaris Hansen, námslektari, verkevnastjórar.

- - -

Vit báðir Jonhard hava altíð verið á einum máli um, at tá ið talað verður um at mynda føroyskan samleika og dugna føroyskum máli, standa háskúlamenninir eina fremstir.

Eg haldi tað tí vera hóskiligt at heilsa føðingardagsbarninum við hesum ørindi, sum Janus, skald, birti í “Dimmalætting” 16. august 1941, tríggjar dagar eftir at Rasmus á Háskúlanum var farin um tey sjeyti:

Rasmus fylti sjeytí,
henda heilsan fleyg tí
fram til vísan mann.
Álmanakkin leyg, tí
Rasmus aldri sjeytí
fylla kann:
Ár granskara og skalda
høgar nornur telja og falda,
- har aðrar lógir valda –
enn hjá teim av breyðtíð,
ið fylla kunnu sjeytí,
hvat Rasmus aldri kann
- nei, nei, nei, nei – mín sann.

Takk fyri gott samstarv og mangar hugnaligar løtur, mín alvinur!

[aldavinur, onkavinur, findarvinur, góðvinur, nærvinur, trúnaðarvinur]
Hesi eru úr Samheitaorðabókini.

Árni Dahl


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. desember 2023