Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 09. desember 2023 | Nr. 49 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Religión og trúgv føra til óndskap

SíÐa 35

1 Leygardagur 09. desember 2023

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Fýra túsund milliónir

Eitt kvalifiserað boð upp á hvat ein møguligur tunnil til Suðuroyar fer at kosta, er nú komið á landsstýrisborð.

3.800 milliónir krónur ljóðar metingin.

Spurningurin er nú, um hetta merkir, at vit eru nú komin eitt stig nærri einum Suðuroyartunnli ella ikki. Um tað er fíggjarliga skilagott at fara undir eina so stóra verkætlan, og um tað er møguligt at finna fíggingina, eru vit ikki før fyri at meta um í verandi støðu.

Vit kunnu bara staðfesta, at tað eru politikarar og onnur við, sum trúgva upp á, at dreymurin um fast samband nú er nærri einum veruleika.

Ja, landsstýrismaðurin, sum upprunaliga fekk tunnilin sum málsøki, og sum bragdliga boðaði frá á sjálvum setanardegnum, at farast skuldi undir at bora áðrenn valskeiðið er hálvrunnið, hevur longu roknað út, at 3.800 milliónir er nakað tað sama, sum Eysturoyar- og Sandoyartunnilin hava kostað.

Hann skrivar eisini, at Suðuroyartunnilin “við øllum atknýttum verkætlanum og einum tunnli upp í Skúvoy” kemur at kosta 4.000 milliónir.

Vit loyva okkum at ivast.

Tí eins og við so nógvum øðrum tunnilsætlanum, so verður einans hugsað um stytst møguliga linjuføring uttan atlit til til hvat henda skal, har verkætlanin ikki røkkur longur.

Vit sóu tað í Leirvík, har øll ferðslan til og úr tunlinum skuldi leiðast gjøgnum íbúðarøki. Sama í Runavík, har ferðslan varð løgd gjøgnum eina handilsgøtu. Og í Nesi og Trongisvági, har vegurin er einsporaður, har tunnilsverkætlanin endar.

Fyri at fáa sjálva verkætlanina so bíliga, sum gjørligt, verður stytsta linjuføring vald. So er eisini í hesum føri.

Hví skal øll ferðslan til Suðuroyar leiðast gjøgnum Sandslíð og niðan í Djúpadal? Landsstýrismaðurin sigur, at tað er tí, at ferðsluavbjóðingin gjøgnum Sandslíð skal loysast kortini. Men tað eigur ikki at forða fyri, at sett verður í bergið, har Sandslíð byrjar.

Og hví skal tunnilin upp í Sandvík? Jú, tað eru tí, at sandvíkingar kortini skulu hava eitt nýtt berghol, verður sagt. OK, siga vit. Men vit vita ikki hvar tunnilin kemur upp. Og um hvussu ferðslan skal leiðast gjøgnum Hvalbiarbygd. Hvør partur av ediligu Hvalbiarbygd skal offrast?

Heldur ikki vita vit hvar ferðslan skal ganga úr Suðuroyartunnlinum og norður í Traðardal har munnin til Sandoyartunnilin er. Skulu allir bilarnir yvir um Sandafløtt og gjøgnum Sandsbygd eftir núverandi vegi fram við prestagarðinum í Todnesi?

Her eru framvegis spurningar, ið krevja gjølliga umhugsan, ið eiga at verða svaraðir áðrenn trýst verður á grøna knøttin fyri Suðuroyartunnlinum.

Vit lurta fegin eftir góðu grundgevingunum fyri at fáa ein tunnil undir Suðuroyarfjørð. Men enn eru nógvir spurningar, sum bíða eftir svari.

Og Skúvoy? Sjálvandi skal tunnilin upp har.

Sí eisini oddagrein frá 26. august 2023 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3035

    Lisnar síður: 13555

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 09. desember 2023

3,4 milliardir fyri ein suðuroyartunnil

Til samanberingar kostaðu Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin 2,6 milliardir tilsamans í 2019 prísum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Pf. Suðuroyartunnilin legði í gjár fram kostnaðarmeting og forprojekt fyri løgmanni og politiska fylgibólkinum. Í politiska fylgibólkinum eru umboð úr øllum flokkum á tingi.

Í stuttum er talan um ein Suðuroyartunnil úr Djúpadali á Sandoynni til Sandvíkar við vegaføringum og einum nýggjum tunli millum Sandvík og Hvalba við tilhoyrandi vegum. Metti kostnaðurin fyri sjálvan Suðuroyartunnilin er 3,4 milliardir krónur og fyri vegagerð og Sandvíkartunnil 0,4 milliardir krónur. Í alt 3,8 milliardir krónur. Har til er ein møgulig serlig atgongd upp í Skúvoy mett at kosta umleið 0,2 milliardir krónur.

Forprojektið er gjørt av Landsbyggifelagnum og Norconsult, og kostnaðarmetingin byggir á seinastu prísir og metingar fyri slíkar verkætlanir í Norra og Føroyum. Metingin byggir á 2023 prísir.

Tvær váðametingar eru eisini gjørdar fyri verkætlanina. Ein fyri hvussu ein slíkur tunnil kann byggjast og ein viðvíkjandi trygdini í einum slíkum tunli, tá hann er tikin í nýtslu. Metingin er, at Suðuroyartunnilin kann gerast við nøkrum eyka trygdartiltøkum í mun til Sandoyartunnilin.

Ætlanin er at Suðuroyartunnilin kemur at líkjast nógv Sandoyartunlinum í sniði og verður 22,8 kilometrar langur. Til samanberingar eru Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin samanlagt 22,1 kilometrar langir, og minnir verkætlanin við Suðuroyartunlinum í vavi tí nógv um verkætlanina við Eystur- og Sandoyartunlunum. Tann verkætlanin kostaði 2,6 milliardir krónur í 2019 prísum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

3 Leygardagur 09. desember 2023

Pisa: Stóðu seg nógv verri í serliga støddfrøði

Afturgongdin hjá føroyingum har, í mun til fyri fimm árum síðani, er 45 stig. Vantandi førleikar innan ymiskt í støddfrøini og vantandi kt-førleikar skína ígjøgnum, vísir frágreiðingin á

Samanumtikið kann staðfestast, at úrslitini fyri PISA 2022 tala eitt týðiligt mál: Miðalúrtøkan í OECD-londunum fall við 15 PISA-stigum í støddfrøði og við 10 PISA-stigum í lesing. Viðvíkjandi úrslitinum hjá teimum føroysku næmingunum leggur PISA-frágreiðingin dent á vantandi førleikar hjá okkara næmingum (Mynd: Shutterstock)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin var frágreiðingin fyri PISA-kanningina 2022 løgd fram í Kongshøll. Rithøvundarnir av frágreiðingini greiddu frá úrslitunum og gongdini í kanningini og handaðu landsstýrismanninum frágreiðingina. Til ber at síggja framløguna við at trýsta her.

Samanumtikið kann staðfestast, at úrslitini fyri PISA 2022 tala eitt týðiligt mál. Miðalúrtøkan í OECD-londunum fall við 15 PISA-stigum í støddfrøði og við 10 PISA-stigum í lesing. 

Kjarnaøkið fyri PISA 2022 var støddfrøði, meðan uppgávurnar í lesing og náttúruvísindi vóru svarandi til uppgávurnar í 2018. Samanlagt fekk Føroyar 446 stig í støddfrøði, og er hetta ein afturgongd uppá 45 stig síðani 2018. Samanbera vit okkum við hini Norðurlondini, so fekk eitt nú Danmark 489 stig, meðan Ísland fekk 459 stig. Miðal fyri OECD-lond var 475 stig í støddfrøði. Hóast danir aldrin hava fingið verri úrslit, so fáa teir besta úrslitið samanborið við úrslitini hjá hinum Norðurlondunum í 2022.

Orsøkin til laka úrslitið í støddfrøði í PISA 2022 er helst eitt samanfall av ymiskum viðurskiftum. Í frágreiðingini verður ljós varpað á avgerandi tættir, sum kunnu vera atvold til úrslitið. Hugtakskarmurin fyri støddfrøði í PISA 2022 er broyttur nakað í mun til undanfarnar kanningar, og er hetta helst ein av orsøkunum til, at úrslitið í nærum øllum londunum er lægri enn í 2018. Størri dentur verður lagdur á støddfrøðiliga og telduligari hugsan, ið eru partar av støddfrøðiligum lesføri. Nógvar av kanningaruppgávunum eru samvirknar, har næmingar skulu handfara ymiskar upplýsingar. 

Viðvíkjandi úrslitinum hjá teimum føroysku næmingunum leggur PISA-frágreiðingin dent á vantandi førleikar hjá okkara næmingum. Her verður serliga víst á vantandi kt-førleikar og vantandi førleikar í støddfrøðiligari modellering, sum snýr seg um at umseta ein trupulleika frá veruleikanum til ein støddfrøðiligan trupulleika, sum síðani verður greinaður við nýtslu av støddfrøði, fyri aftur at kunna útgreina trupulleikan í veruleikanum.

Hetta er tó nakað, Nám arbeiðir við. Við bókarøðini Rokning, sum á fyrsta sinni varð útgivin í 2014, verður alsamt størri dentur lagdur á modelleringsstøddfrøði. Bøkurnar í bókarøðini Rokning frá 1. til 8. flokk eru útkomnar, meðan bókin til 9. flokk er í gerð og verður væntandi útgivin komandi skúlaár.  Hetta merkir sostatt, at okkara næmingar, sum vóru til PISA-kanning í 2022, ikki hava verið undirvístir í modellering innan støddfrøði, men at komandi næmingar verða betur fyri, hvat hesum førleikanum viðvíkur. 

Eisini er vert at nevna, at námsætlanin í støddfrøði verður sett í verk fyri fólkaskúlaøkið við skúlaársbyrjan 2024/25. Sambært støðisnámsætlanini, sum varð sett í verk í august 2023, skulu allar lærugreinar í fólkaskúlanum og á miðnámi í enn størri mun enn áður taka uppí undirvísing innan kt og talgildisbúgving. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2023

4 Leygardagur 09. desember 2023

Útlit til at økið verður ferðslutryggjað

Í næstum verður fundur millum Landsverk og Sunda kommunu um trygdina á landsvegnum um Streymin

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í næstum verður ein fundur millum Landsverk og Sunda kommunu um ferðslutrygdina á landsvegnum yvir um brúnna við Streymin.

Tað upplýsti Dennis Holm, landsstýrismaður við ferðslumálum, á Løgtingi í vikuni. Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, setti landsstýrismanninum ein munnligan spurning um, hvørjar ætlanir eru um at tryggja ferðsluna á hesum vandamikla landsvegateini.

Landsstýrismaðurin segði í svarinum, at seinasta ferðslutrygdarátak, ið er gjørt á staðnum er, tá ferðin á teininum varð sett niður í 60 kilometrar um tíman fyri einum ári síðani.

Upp á fyrispurning upplýsti landsstýrismaðurin eisini, at tað hesi seinastu árini ikki hava verið eins nógv óhapp á staðnum, sum tað vóru fyri 20 árum síðani. Í tíðarskeiðinum 2001 til 2005 vóru 13 óhapp, meðan tey vóru seks í tali í árumum 2013 til 2020.

Ein orsøk til, at rundkoyring ikki er gjørd er, at tað er tørvur hjá ferðsluni, at hava ferð á, áðrenn farast skal niðan brekkuna móti tunnlinum, serliga tá hálka er.

Vanliga verður roknað við, at kostnaðurin fyri eina rundkoyring er fimm milliónir krónur, men ein rundkoyring her má roknast at vera munandi kostnaðarmiklari, eitt nú tí, at vegurin liggur høgt, segði landsstýrismaðurin.

Fleiri tingmenn høvdu á orði, at tað er ein stórur trupulleiki við trygdini her, og at spurningurin um at fáa ferð áðrenn leggjast skal á brekkuna, ikki eigur at verða nøkur forðing fyri, at ein rundkoyring verður gjørd.

Tí varð saltingin hjá Landsverki eisini havd á lofti. Tingfólk hildu tað vera óskiljandi, at tað ikki verður saltað á landsvegnum millum klokkan 21 og 05 á morgni.

Landsstýrismaðurin segði um hetta, at vónandi fer ætlaða eykajáttanin til vetrarhaldið hjá Landsverki at bøta um hetta.

Við Streymin, eins og fleiri aðrar staðir, er trupulleikin tann, at landsvegir og kommunalir vegir eru blandaðir saman, og tað er tí ikki serliga heppið, at borgarar á økinum skulu tvørtur um landsveg fyri at fara til handils ella í skúla við børnunum.

- Enn hava vit ikki megnað at taka okkum nóg væl av ferðslutrygdini her. Møguliga kann ferð setast á hetta við fundinum, sum í næstum verður við kommununa. Hvør loysnin verður, eiga vit at lata serfrøðina hjá Landsverki taka sær av, segði Dennis Holm.

Les eisini oddagrein í seinasta Blaðn um ferðslutrygdina her: Hví er onki gjørt?


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2023

5

Størv

Roðin søkir eftir heilsurøktara til sambýlið Vesturskin á Toftum

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Ráðgevi til Sansir

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Reingerðarfólk til Glasir

Meira Umsóknarfreist: 11. desember 2024

Sølufólk til Byggivinnuna

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Landmátingsteknikari til Munin

Meira Umsóknarfreist: 10. desember 2024

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025
6 Leygardagur 09. desember 2023

Javnaðarflokkurin fær lúsing frá veljarunum

Veljarakanningin sum Kringvarpið kunngjørdi í vikuni, líkist kanningini hjá Portalinum fyri mánaði síðan

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Samgonguflokkarnir høvdu gingið 14,2 prosent aftur, um val var í dag.

Tað vísir veljarkanning sum Spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið týskvøldið, og sum varð kunngjørd hóskvøldið.

[object Object]

Veljarakanningin vísir, at Sambandsflokkurin hevði verið størsti flokkur, um val var í dag við níggju tingsessum og 28,1 prosentum. Hetta er ein framgongd í mun til kanningina, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin fyri mánað síðani, tá flokkurin fekk 24,2 prosent og átta tingsessir.

Teimum næst á baki kemur Fólkaflokkurin við 26,1 prosentum og eisini níggju tingfólkum. Í mun til kanningina fyri einum mánað síðani tá flokkurin fekk 29,5 prosent og tíggju tingsessir, er hetta ein afturgongd.

Javnaðarflokkurin fær ein lúsing frá veljaranum, og hevði farið niður á seks tingfólk, og missir harvið trý tingfólk, sambært kanningini.

[object Object](Mynd: Kvf.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2023

7 Leygardagur 09. desember 2023

Fólkið vil hava Bárð og Beinir

29,2 prosent ynskja Bárð á Steig Nielsen sum løgmann. Beinir Johannesen fær 26 prosent. Sitandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, fer skramblandi niðureftir

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Teir báðir formenninir í Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum fingu ávikavist 29,2 prosent og 26 prosent, tá Spyr.fo fyri Kringvarpið týsdagin spurdi veljararnar hvønn tey ynskja sum løgmann.

Sitandi løgmaður, Aksel V. Johannesen fær bara 18,9 prosent.

Seinastu nógvu árini hevur tað annars staðið millum Aksel V. Johannesen og Bárð á Steig Nielsen tá spurningurin verður settur, men í veljarakanningini hjá Spyr.fo fyri Portalin fyri einum mánað síðan, blandaði Beinir Johannesen seg veruliga uppí stríðið.

[object Object]Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Tá fekk Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum 22,5 prosent, og hann gongur tí veruliga fram. Bárður á Steig Nielsen fekk tá 28,1 prosent.

Aksel V. Johannesen sær út til at missa undirtøku, tí fyri einum mánað síðan svaraðu 25,1 prosent, at tey ynsktu hann sum løgmann. Sum áður nevnt er tað talið nú 18,9 prosent.

500 fólk vórðu spurd í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið týsdagin 5. desember.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

8 Leygardagur 09. desember 2023

Kringvarpið tekur uppsagnirnar aftur

Lógaruppskotið um hækkað kringvarpsgjald ger, at KVF ikki fremur ætlaðu uppsagnirnar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað eydnaðist leiðsluni í Kringvarpi Føroya at hótta við ógvusligum sparingum.

Lógaruppskotið sum er á veg í løgtingið bøtir um inntøkugrundarlagið hjá Kringvarpinum, og tí verða ætlaðu uppsagnirnar ikki framdar. Hetta skrivar Kringvarp Føroya í tíðindaskrivi fríggjadagin.

Verður uppskotið samtykt, skal KVF spara góðar 3 mió. í staðin fyri góðar 8 mió. krónur.

- Hetta broytir fyritreytirnar fyri sparingunum, og tí fremja vit ikki ætlaðu uppsagnirnar", sigur kringvarpsstjórin.

Sambært uppskotinum fer kringvarpsgjaldið fyri persónar at hækka við 13 krónum um mánaðin, og síðani verður tað prístalsjavnað við 2 prosentum frá 2025. Um uppskotið verður samtykt, fær KVF góðar 5 mió. kr. meira í inntøkum í 2024. Uppskotið broytir fyritreytirnar fyri sparingunum upp á 8,2 mio. kr., sum Kringvarpið er farið undir at fremja.

- Fyri trimum vikum síðani tóku vit stig til at fremja sparingar, sum svara til útvið 11 ársverk. Við tí, sum nú liggur á borðinum, taka vit ætlaðu uppsagnirnar í fasta starvsfólkahópinum aftur, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen.

- Vit skulu tó framvegis spara 3 mió. krónur fyri at koma á slætt í 2024, og tær mugu vit finna í rakstrinum, leggur hann afturat. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

9 Leygardagur 09. desember 2023

Tað skal verða lættari at sleppa av við pantálagdar fløskur og íløt

Uppskot til løgtingslóg um pantskipan fyri íløt og uppskot til kunngerð um pantskipan fyri íløt til ummælis

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Borgarar hava ávísar avbjóðingar av at sleppa av við sínar pantáløgdu fløskur og dósir og at fáa pantið aftur.

Orsøkin til hetta er, at vit við tíðini hava fingið alt fleiri sløg av pantáløgdum íløtum við drykkjuvørum, og at handlar, sum ikki selja ávís íløt frá ávísum innflytarum ella føroyskum framleiðarum, ikki hava skyldu at taka ímóti hesum íløtunum og at rinda kundanum pantið aftur. Tað sama er galdandi, um handilin selur drykkjuvøruna, sum hevur verið í íløtunum, sum kundin kemur við, men vøran stavar frá øðrum innflytara og veitara enn tí, sum handilin keypir frá og tí kann hava øðrvísi strikukotu.

Fyri at sleppa av við tað pantálagda ílatið má kundin tí fara aftur í sama handil ella finna ein annan handil, sum selur somu vøru frá sama innflytara ella framleiðara. Tað er ikki altíð, at kundin veit ella minnist, hvar vøran varð keypt, ella hvør handil selur hvørja vøru frá hvørjum innflytara ella framleiðara.

Tað nýggja við uppskotinum er, at øll, sum selja endaliga brúkaranum íløt fevnd av pantskipanini sambært løgtingslógini, í útgangsstøðinum fáa skyldu at taka ímóti øllum íløtum fevndum av pantskipanini sambært løgtingslógini og at rinda pant fyri tey.

Hetta er ein avgerandi broyting sammett við galdandi lóg, sum einans ásetur eina skyldu at taka ímóti og rinda pant fyri tað, sum sølustaðið sjálvt selur..

Sølustøð skulu ikki skilja íløt eftir øðrum enn tilfari. Eftir ætlan fara plast og aluminium í sama sekk og glas fyri seg. Íløt verða heintað við slíkum títtleika, at tey ikki hópast upp hjá teimum einstøku sølustøðunum.

Henda víðkaða skyldan at taka ímóti og rinda pant fyri øll pantáløgd íløt kann tyngja smærri sølustøð við avmarkaðum plássi, samstundis sum tað kann tyngja pantskipanina fíggjarliga at skula syrgja fyri flutningi frá nógvum smáum sølustøðum. Av tí at tað ikki verður mett at vera neyðugt fyri eina vælvirkandi pantskipan, at øll skulu taka ímóti íløtum, skal landstýrisfólkið kunna áseta reglur um, at ávís sølustøð skulu vera undantikin skylduni at taka ímóti íløtum, t.d. pylsuvognar, kaffistovur, smá bakarí.

Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um, at sølustøð kunnu taka upp samstarv við onnur sølustøð ella móttøkur um felags móttøku og soleiðis verða undantikin skylduni at taka ímóti íløtum. Slíkt samstarv skal góðkennast og ikki hava við sær, at umstøðurnar at sleppa av við íløt versna, t.d. tí at umstøðurnar hjá tí, sum skal taka ímóti, eru verri enn umstøðurnar hjá tí, sum tikið verður ímóti fyri, ella tí at fólk skulu koyra so langt fyri at sleppa av við íløtini, at tey heldur velja at koyra íløtini í rusk.

Galdandi lóg fevnir bara um íløt til øl, mineralvatn og aðrar lidnar leskidrykkir. Rákið í londunum uttan um okkum er, at meira tilfar skal fáast inn til endurnýtslu og endurvinningar. Hetta verður gjørt við at panta íløt til fleiri vørur, t.d. djús og óblandað saft. Við hesum uppskotinum verður avmarkingin til øl, mineralvatn og leskidrykkir strikað. Í staðin er uppskotið bara avmarkað til íløt. Hetta gevur landsstýrisfólkinum rásarúm at leggja pant á eitt og hvørt ílat, alt tað er ráðiligt í mun møguleikan at endurnýta ella endurvinna tað.

Í Føroyum eru í løtuni 12 virknir loyvishavarar, sum framleiða ella flyta inn íløt. Tí hava vit í veruleikanum 12 ymiskar pantskipanir, tí galdandi lóg ásetur, at hvør loyvishavari tekur sær av sínum egnu íløtum.

Lógaruppskotið og kunngerðin byggja á, at ein pantumsitari fær alla ábyrgdina av at heinta inn íløt kring landið, skilja tey, gjalda sølustøðunum pant og fáa íløtini send til endurnýtslu og endurvinningar.

IRF verður pantumsitari

IRF hevur samtykt at átaka sær skylduna sum pantumsitari sambært tí nýggju løgtingslógini.

Hetta er ein stór uppgáva, tí havast skal í huga, at umleið 15 milliónir íløt skulu gjøgnum pantskipanina, tá ið hon er klár at seta í verk í 2025, hetta vil siga, at IRF skal handfara umleið 68.000 íløt hvønn gerandisdag í árinum.

Pantumsitarin fær eitt rakstrargjald fyri hvørt framleitt og innflutt ílat, sum skal rinda fyri útreiðslurnar, sum pantumsitarin hevur av umsiting, rakstri, íløgum og eftirliti og í sambandi við pantskipanina. Rakstrargjaldið fer væntandi at liggja um 50 oyru fyri hvørt ílatið.

Lógaruppskotið sæst her.

Tíðindaskriv frá Umhvørvismálaráðnum

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2023

10 Leygardagur 09. desember 2023

Inntøkubýtið í Føroyum skal kannast

Føroya Arbeiðarafelag og Samtak standa fyri verkætlanini um inntøkubýtið í árunum 2009-2021 – endamálið við verkætlanini er at gera eina yvirskipaða lýsing av sosialhagtølunum sum eru tøk í almenna hagtalsgrunninum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Granskingarráðið hevur játtað 300.000 krónur í stuðli til eina kanningarverkætlan um inntøkubýtið í Føroyum árini 2009-2021. Hetta er triðja játtanin frá stuðulsskipanini til arbeiðsmarknaðarátøk, skrivar Granskingarráðið.

Tað er Føroya Arbeiðarafelag, sum stendur fyri verkætlanini saman við Samtaki. Jón Joensen er verkætlanarleiðari, og skal gera kanningina.

– Endamálið við verkætlanini er at gera eina yvirskipaða lýsing av sosialhagtølunum sum eru tøk í almenna hagtalsgrunninum. Lýsingin fevnir um bæði býti av brutto-, nettoinntøku og skatti roknað uppá einstaklingar umframt býti í sosialum høpi roknað uppá húskir. Umframt lýsing av hagtølunum verða gjørdar yvirskipaðar greiningar av býtinum millum kyn, aldur og øki, umframt kombinatiónir av hesum.

– Verkætlanin verður framd, tí at mett verður at nevndu býti er ein so avgerandi táttur í hvussu partarnir á arbeiðsmarknaðinum leggja til rættis, egna vegna fyrst og fremst, uttan atlit til heildina. Ein treyt fyri at kunna stýra uttanum snávingarsteinar, og at fremja ein vælvirkandi arbeiðsmarknað er, at veruliga støðan verður lýst og greina so støða kann takast á haldgóðum upplýstum grundarlagi, verður sagt um verkætlanina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2023

11 Leygardagur 09. desember 2023

Yvir 400.000 ferðafólk skrásett í ár

Talan verður um metár hjá Vága Floghavn

Ferðafólkatali á flogvøllinum hevur verið høgt gjøgnum árið. Talið fyrstu ellivu mánaðirnar - fram til 1. desember - var 408.736 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hevur ligið í luftini leingi, og nú er tað sum so staðfest, at 2023 verður metár hjá Vága Floghavn.

Ferðafólkatali á flogvøllinum hevur verið høgt gjøgnum árið, og Kringvarpið skrivar, at talið fyrstu ellivu mánaðirnar - fram til 1. desember - var 408.736.

Hetta merkir, at um tað bert vera 15.545 ferðafólk hendan mánaðin, so verður metið frá 2019 tikið. Tá vóru yvir 424.281 ferðandi umvegis flogvøllin í Vágunum.

Jólaferðslan fer at fáa talið uppum 424.281. Hetta hevur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, eisini váttað fyri KVF, sum annars skrivar at ferðslan í november var nakað lægri enn metárið í 2019: Tá vóru 1.831 fleiri ferðafólk, ið svarar til 7,4 prosent.

Ferðafólkatalið var tí hægri í síðsta mánaða, í mun til november 2022.


 

 

 

 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2023

12 Leygardagur 09. desember 2023

Soltin innsavning hjá Barnabata

Jóla- og stuðulskonsertin "Í menniksjum góður tokki", gav bara helmingin av upphæddini í fjør. Ein hálv millión kom inn

Christianskirkjan var karmur um jóla- og stuðulskonsertina "Í menniskjum góður tokki" (Skíggjamynd: KVF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Barnabati sendi sunnukvøldið árligu jóla- og stuðuskonsertina "Í menniskjum góður tokki" í sjónvarpinum.

Men ikki eins nógv kom inn í stuðli í ár sum undanfarna ár. Í fjør kom upphæddin upp á eina millión krónur, men sunnukvøldið var bara ein hálv millión savnað.

Tað upplýsti Djóni Eidesgaard, aðalskrivari, fyri Degi og viku mánakvøldið.

- Umsóknarblaðið hevur verið á netinum í tríggjar dagar, og har eru komnar einar 300 umsóknir, sum fevnir um umleið 600 børn, segði Djóni Eidesgaard.

Í fjør fingu 760 børn jólahjálp.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2023

13 Leygardagur 09. desember 2023

Caritas veitir jólahjálp til treingjandi í Føroyum

Talan er um eitt nýtt átak hjá katólska hjálparfelagsskapinum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hjálparfelagsskapurin Caritas Danmark hjálpir treingjandi barnafamiljum við jólahjálp í ár. Hetta er fyrstu ferð at Caritas Danmark hevur tikið stig til at lata jólahjálp í Føroyum.

Tað er eitt vaksandi tal av familjum, sum hava tað trupult við at fáa endarnar at røkka saman og eru í fíggjarligari trongstøðu upp til jóla. Teir hjálparfelagsskapir, sum longu eru aktivir í Føroyum, boða fra einum so stórum tali av umbønum um jólahjálp, at teir neyvan klára at nøkta tørvin.

Ásannandi hesi viðurskifti fer Caritas at hjálpa til við at jólini kunnu gerast góð fyri flest møgulig.

Caritas gevur ein jólapakka við einum gávukorti frá FK áljóðandi 700 krónur saman við einari karameleskju fra PM. Tað verða útflýggjaðir 100 gávupakkar. Tað vil siga, at tey fyrstu 100 sum søkja, fáa gávupakka.

Hvør kann søkja

Familja, sum er í veruligari trongstøðu og ikki væntar at fáa hjálp frá øðrum hjálparfelagsskapi, kann søkja.

Hetta fyri at røkka flest møgulig treingjandi. Caritas fer ikki at biðja um skjalprógv fyri trongstøðuni, men appellerar bert til samvitskuna hjá tí einstaka. Ein familja kann bert fáa ein gávupakka.

Teldupostur skal sendast til [email protected] . Í teldupostinum skulu hesir upplýsingar verða:

- Navn og bústaður
- Telefonnummar
- Tal av vaksnum og børnum í húskinum

Telduposturin kann sendast Caritas frá hósdegnum 7. desember kl 12 til fríggjadagin 15. desember kl 24. Gávupakkarnir verða útflýggjaðir í Mariukirkjuni leygardagin 16. desember frá kl 13 til 17 ella eftir aðrari avtalu.

Jólabasarur

Í adventstíðini savnar Mariukirkjan pening inn til Caritas. Endamálið við innsavningini er at veita stuðul til viðkvæmar familiur í Grønlandi, Føroyum og Danmark. Í hesum sambandi verður ein basarur fyriskipaður í kjallaranum í Mariukirkjuni tann 10. december kl. 12:30, har møguleiki verður fyri at ognað sær onkran góðan lut og lata eitt oyra til Caritas. Kaffi og køkur verður at fáa undir tiltakinum. Minnist til at hava reiðan pening við.

Caritas er en katólskur altjóða hjálparfelagsskapur, som virkar í yvir 200 londum í heiminum. Felagsskapurin veitir humanitera hjálp, sosialan stuðul og luttekur í menningarverkætlanum, sum eru vendar móti teimum mest viðkvæmu bólkunum í samfelagnum. Caritas veitir eisini neyðhjálp til katastrofu- og konfliktrakt økir.

Høvuðsendamálið er at fremja sosialt rættvísi og samhaldsfesti. Hjálpin verður veitt har tørvurin er størstur, uttan mun til tjóðskap, húðarlit ella átrúnað. Rakul Guðjónsson er sóknarumboð fyri Føroyar í Caritas Danmark. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2023

14 Leygardagur 09. desember 2023

Sjúkrarøktarfrøði: Munandi færri umsóknir enn í fjør

32 vilja byrja í vetur. Umsóknarumfarið hesaferð hevur verið órógvað av verkfallinum, sum var á fakøkinum beint sum skuldi lýsast skuldi við vetrarupptøkuni

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Talið á umsóknum til lestrarpláss á sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetrinum er fallið munandi samanborið við seinasta vetur.

Tá umsóknarfreistin 1. desember var av, vóru 32 umsóknir komnar inn til sjúkrarøktarfrøði, samanborið við 55 umsóknir somu tíð í fjør. Hetta skrivar Setrið á heimasíðu sínari.

Hetta er triðja árið, at tað er gjørligt at byrja at lesa sjúkrarøtarfrøði á Fróðskaparsetrinum um veturin.

Tað skal vera við til at fáa fleiri sjúkrarøtarfrøðingar í Føroyum, men hesaferð er kappingin um plássini ikki so hørð: 25 lestrarpláss eru tøk hesa lestrarhálvuna á sjúkrarøktarfrøði, har lestrarbyrjan er 29. januar.

- Lestrarskrivstovan viðger nú, hvussu mangar av teimum innkomnu 32 umsóknunum eru skikkaðar, og tey fáa so tilboð um lestrarpláss. Í fyrru helvt av januar verður greitt, hvussu mong taka av lestrarplássi, og eru tøk pláss tá av teimum 25, sum eru, verða tey lestrarplássini lýst leys at søkja.

Setur.fo skrivar til síðst, at langa verkfallið í vetur allarhelst hevur gjørt sítt til, at áhugin at søkja er nógv minkandi.

- Umsóknarumfarið hesaferð hevur verið órógvað av verkfallinum, sum var á fakøkinum, beint sum Setrið skuldi lýsa við vetrarupptøkuni. Um og hvussu nógv tað hevur ávirkað umsøkjaratalið, er ilt at meta um.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2023

15 Leygardagur 09. desember 2023

Veljaraváttanirnar eru nú góðkendar

Sjálvstýri kann veruliga fara undir at fyrireika seg til næsta løgtingsval, eftir at flokkurin nú er formliga endurstovnaður

- Poltikkur Sjálvstýrisins hevur manglað í føroyska samfelagnum, sigur formaðurin Sámal Petur í Grund millum annað í nýggjum skrivi. Flokkurin kom ikki um tingáttina fyri einum ári síðani (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sjálvstýri vil nú aftur á breddan. Tað skrivaði flokkurin í tíðindaskrivi í vikuni.

Flokkurin kom ikki upp um tinggáttina á løgtingsvalinum fyri einum ári síðani. Hetta var fyrstu ferð síðani 1943, at tað hendi, og tað hevði sjálvandi nakað av sjálvsrannsakan við sær. Skjótt kom tó nýtt lív í, og í ár kom gongd í at savna sonevndar veljaraváttanir. Tær eru neyðugar hjá einum flokki, ið ikki hevur stillað upp áður ella sum ikki er sloppin inn á undanfarna valið, at fáa fatur á.

29. november komu boð frá Løgmálaráðnum um, at veljaraváttanirnar nú eru góðkendar. Sjálvstýrið er harvið formliga endurreist eisini, og tað fegnast formaðurin um. Nú kann flokkurin veruliga fara undir at fyrireika seg til komandi løgtingsval, staðfestir Sámal Petur í Grund í skrivinum

- Poltikkur Sjálvstýrisins hevur mangla í føroyska samfelagnum. Sitandi samgonga hevur við sínum margháttliga høgravenda politikki verið við til at økja um gjónna millum rík og fátøk. Hetta er nakað, sum Sjálvtýri fer at leggja dent á at broyta.

Tað er eingin ivi um, at tað er brúk fyri einum sosial-liberalum flokki á miðjuni í føroyska politiska landslagnum, hevur formaðurin áðu sagt. Har verður víst til, at Sjálvstýrisflokkurin hevur verið bindiliðið millum ideologiskar politiskar frástøður gjøgnum tíðina.

Í skrivinum koma longu nøkur vallyftir - ella nakrar málsetningar - fram. Høvuðsmál Sjálvstýrisins er enn sum áður sjálvstýri fyri tjóð okkara verður skrivað. Hugburðsbroyting, betri bústaðarmøguleikarnir og tað at pensionistar ikki skulu mótroknast í pensiónini verða nevnd sum mál.

Til endans takkar flokkurin fyri, at takka øllum teimum sum við undirskrift síni tóku undir við fráboðan um endurstovnan av Sjálvstýri. Sambært veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin í farna mánaði, stendur flokkurin framvegis til at vera beint uttan fyri tinggáttina, ið er 3,03 prosent. Sjálvstýrið stendur til 2,9 prosent - á valinum 8. desember i fjør var talið 2,7 prosent.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2023

16 Leygardagur 09. desember 2023

Revsast harðari at nýta telefon undir akstri

Tað skal geva klipp og eina hægri bót at gera nýtslu av handhildnari fartelefon meðan koyrt verður. Uppskot er sent til hoyringar

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur sent uppskot til hoyring um broytingar í ferðslulógini í almenna hoyring.

Í Ferðslutrygdarætlanini fyri 2019-2027, sum er gjørd av Ráðnum fyri Ferðslutrygd og øðrum samstarvsfeløgum, verður varpað ljós á vandan, tá førarar undir koyring ikki hugsavna seg um at koyra bil, men heldur eru upptiknir av øðrum, sum t.d. at tosa í fartelefon. Ferðslutrygdarætlanin mælir til, at førari av einum akfari, sum brúkar handhildna fartelefon ella annað handhildið samskiftistól, skal fáa klipp í koyrikortið og eina hægri bót.

Hesum tilmæli ynskir landsstýrismaðurin við samferðslumálum at fylgja, og tí er eitt av uppskotunum til broytingar í ferðslulógini, at bótin fyri nýtslu av handhildnari fartelefon, ímeðan koyrt verður, verður hækkað úr 1.000 krónum til 1.500 krónur umframt at tú fært klipp í koyrikortið.

Onnur uppskot til broytingar snúgva seg um, at verandi krav um skeið um rúsdrekka og ferðslu í sambandi við treytaleysa frádøming av koyrikortinum verður víðkað til eisini at fevna um rúsevni; forboð fyri nýtslu av lítlum motordrivnum akførum sum t.d. rennihjólum; tillagingar í tænastugjøldum, umframt at aðrar tekniskar broytingar eisini verða gjørdar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

17 Leygardagur 09. desember 2023

Føroyski búskapurin framvegis eyðkendur av positivum lyklatølum

Húsarhaldini eru rakt av prís- og rentuhækkingum. Tekin eru tó framvegis ikki um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. Hetta eru nakrar av niðurstøðunum hjá Føroya Váðaráði

Hagtøl fyri kortnýtsluna vísa, at føroyingar hava nýtt meira av peningi enn í fjør, men at tey, orsakað av inflasjónini, hava fingið minni fyri peningin (...) Samstundis eru føroysku húsarhaldini vorðin rakt av mongu rentuhækkingunum síðani á sumri 2022, tí 89 prosent av skuldini hjá húsarhaldunum hevur broytiliga rentu
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroya Váðaráð hevði herfyri - 29. november - sín fund nummar 23. Ráðið metir framvegis, at tað ikki eru tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. Føroyski búskapurin er framvegis eyðkendur av positivum lyklatølum, so sum lágum arbeiðsloysi, vaksandi lønargjaldingum og tølum av løntakarum.

Avlopið á handilsjavnanum er eisini økt higartil í 2023. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum er øktur og var 9,8% í oktober 2023, ið serliga stavar frá øktum útlánum til kommunurnar, húsarhaldini og almennu fyritøkurnar.

Positiva gongdin í føroyska búskapinum, ið hevur verið seinastu mongu árini, er ikki vend, tí búskaparligu lyklatølini vísa framvegis tekin um vøkstur. Lønargjaldingarnar og talið av løntakarum er veksandi, og arbeiðsloysið er søguliga lágt. Avlopið á handilsjavnanum av vørum er higartil í 2023 økt, tí útflutningsvirðið er økt samstundis sum innflutningsvirðið er minkað. Økta útflutningsvirðið kemur millum annað av størri kvotum av svartkjafti, meðan lægra innflutningsvirðið fyri ein part stavar frá einum lægri oljuprísi. Inflasjónin er minkað til eitt lægri støði, men er tó framvegis positiv, sum merkir, at prísirnir enn veksa.

Hagtøl fyri kortnýtsluna vísa, at føroyingar hava nýtt meira av peningi enn í fjør, men at tey, orsakað av inflasjónini, hava fingið minni fyri peningin. Eftirspurningurin hjá húsarhaldunum eftir vørum, so sum húsbúnaði ella klæðum og skóm, er minkaður, meðan nýtslan av matvørum er áleið óbroytt.

Samstundis eru føroysku húsarhaldini vorðin rakt av mongu rentuhækkingunum síðani á sumri 2022, tí 89 prosent av skuldini hjá húsarhaldunum hevur broytiliga rentu (okt. 2023). Rentan á bústaðarlánum er í miðal økt við 1,5 prosentstigum í tíðarskeiðinum september 2022 til september 2023 hjá føroyskum sethúsaeigarum.

Rentan á bústaðarlánum hjá føroyskum húsarhaldum í føroysku bankunum og donsku realkredittstovnunum tilsamans, var 4,22 prosent í miðal í september 2023. Umleið ein fjórðingur av sethúsaskuldini hjá føroysku húsarhaldunum er í donskum realkredittstovnum, og rentan á hesum bústaðarlánunum var 3,1 prosent í miðal í september 2023, meðan rentan á bústaðarlánunum í føroysku bankunum í miðal var 4,7 prosent í sama tíðarskeiði.

Mongu rentuhækkingarnar hava verið við til at tálma prísvøksturin á sethúsamarknaðinum. Stóru príshækkingarnar, ið hava verið seinastu nærum 10 árini á sethúsamarknaðinum, standa nú í stað ella eru lækkandi. Verða sethúsaprísirnir fram til triðja ársfjórðing 2023 samanbornir við sethúsaprísunum í sama tíðarskeiði í 2022, eru prísirnir á sethúsum í Tórshavn lækkaðir við 2 prosentum.

Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var 9,8 prosent í oktober 2023, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Um útlánini hjá donsku peninga- og realkredittstovnunum til føroyingar verða tald við, var útlánsvøksturin 5,7 prosent tilsamans í oktober 2023. Vøksturin í útlánum frá donskum realkredittstovnum til føroysk húsarhald, er negativur í løtuni, og tað kemur av, at føroysk húsarhald í løtuni í størri mun velja sethúsafígging frá føroysku bankunum framum donskum realkredittstovnum.  

Útlánsvøksturin í føroysku bankunum var í oktober togaður upp av útlánum til kommunurnar, húsarhaldini og almennu feløgini. Húsarhaldini hava fyrst og fremst fingið fígging til keyp av bústaði, men eisini til eitt nú keyp av bili. Kommunurnar hava millum annað fingið fígging til havnaútbygging og vegakervi, meðan almennu feløgini hava lænt pening til virksemi innan íbúðabygging og samskifti. Útlán til kommunur og almenn feløg hava ikki eins stóran váða við sær fyri bankarnar, sum útlán til privatu vinnuna. Privata vinnan hevur eisini økt um lántøkuna, men útlánsvøksturin til privatu vinnuna er lutfalsliga lágur. Privata vinnan hevur millum annað fingið fígging til íbúðabygging og innan flutning.

Váðaráðið heldur vakið eyga við útlánsvøkstrinum hjá føroysku peningastovnunum, sum er øktur til heili 9,8 prosentum í oktober 2023 samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Útlánsvøksturin til húsarhaldini er lutfalsliga høgur, men hann kemur ikki av, at tey eru vorðin munandi meira skuldsett, men heldur, at tey hava skift frá at hava lán í donskum realkredittstovnum til føroyskar bankar. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum til húsarhaldini var 10,4 prosent í oktober 2023, meðan útlánsvøksturin til húsarhaldini frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans var 4,8 prosent í oktober 2023.

Harumframt er útlánsvøksturin til kommunurnar høgur, 17,8 prosent í oktober 2023 og somuleiðis var útllánsvøksturin til almennu feløgini høgur hann  var 45 prosent (úr 383 milliónum krónum í oktober 2022 til 557 milliónir krónur í 2023).

Útlánsvøksturin til privatu vinnuna frá føroysku bankunum var hinvegin 2,9 prosent í oktober 2023, ið er lægri, enn vøksturin í sjálvum búskapinum.

Føroya Váðaráð metir, at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, men heldur vakið eyga við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum. 

Onnur evni

Burturav samlaðu innlánunum í føroysku bankunum, vóru 62 prosent við árslok 2022 tryggjaði av innskjótaratrygdargrunninum. Tað er áleið á sama støði, sum tryggjaði innlán í donskum ikki-systemiskum bankum (mars 2023). Í donskum SIFI-bankum er tryggjaði parturin av innlánunum umleið 35%, meðan tryggjaði parturin av innlánunum í føroysku SIFI-bankunum; BankNordik og Betri, er 59 prosent.

Niðurskrivingarnar hjá føroysku bankunum eru higartil í 2023 á sama støði, sum í 2022, og eitt vet lægri, enn í 2021. Niðurskrivingarnar eru lágar hjá húsarhaldunum, og eitt sindur hægri hjá vinnuni. Sostatt eru ikki munandi broytingar í niðurskrivingunum, hóast bæði inflasjónin og rentan er økt.

Frágreiðing frá Landsbanka Føroya

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2023

18
Leygardagur 09. desember 2023

Sjóvinnustýrið tikið í nýtslu

Skipað var fyri almennari móttøku í gjár tá Sjóvinnustýrið varð tikið alment í nýtslu

(Mynd: Jens Kr. Vang / Landsverk)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nógv fólk nýttu høvi at koma á gátt og síggja stásiliga bygningin hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi. 

Fleiri røður vóru hildnar og børn úr musikkskúlanum í Vágum spældu og sungu nøkur løg.

Jens Kristian Vang tók myndirnar fyri Landsverk

Fleiri myndir síggjast her

[object Object]

[object Object]Hans Jóhannus á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

19 Leygardagur 09. desember 2023

Pf. Poul Michelsen 7,5 milliónir avlopi

Gott ár hjá Poul Michelsen heilsøluni

(Mynd: Pm.fo)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Heilsølan Poul Michelsen hevði eitt gott rokskaparár, sum endaði 30. apríl 2023. Ársúrslitið eftir skatt var eitt avlop á 7,5 milliónir krónur.

Pf. Poul Michelsen virkar innan matvøruheilsølumarknaðin í Føroyum, og eigur m.a. eisini dótturfeløgini PM Pluss, sum virkar innan reingerðarvinnuna, Pf. Kjøtbúðina, Spf. Atlas Flutningur og Atlantic Partners í Danmark.

Rakstrarroknskapurin

Roknskapurin vísir, at nettosølan øktist úr 243 milliónum krónum í 2021/22 til 276 milliónir krónur í 2022/23. Vøksturin í søluni var 13,5 prosent.

[object Object]

Úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar, eisini nevnt ebitda, var 10,1 milliónir krónur í 2022/23 sammett við 10 milliónir árið fyri.

Felagið hevði inntøkur frá kapitalpørtum á 1,7 milliónir krónur í 2022/23 sammett við 1 millión árið fyri.

Ársúrslitið eftir skatt í 2022/23 var 7,5 milliónir krónur, sum er eitt vet betur enn árið fyri, tá ársúrslitið var 7,3 milliónir krónur.

Fíggjarstøðan

Pf. Poul Michelsen er rímuliga væl fyri fíggjarliga, við einum eginpeningi pr. 30. apríl 2023 á 44,5 milliónir krónur, sum tó er minkaður við heili 42,4 milliónum krónum. Orsøkin er tó at 5 milliónir eru goldnar út í árinum sum vinningsbýti umframt at felgarið sjálvt hevur keypt egin partabrøv fyri 45 milliónir krónur frá partaeigarum. Hetta er helst liður í einum ættarliðsskifti í felagnum.

Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 189 milliónir krónur, harav fastar ognir 114 milliónir og ognir í umferð í alt vóru 75 milliónir krónur.

[object Object]

Felagið hevði pr. 30. apríl 2023 langfreistaða skuld á 49 milliónir og stuttfreistaða skuld á 96 milliónir krónur.

Gjaldførislutfallið sum var 134 prosent í 2021/22 nú í 2022/23 er 79 prosent. Men vit trúgva at hetta er liður í umskipanini av partabrøvunum, og hvussu hetta er fíggjað í felagnum.

Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útluta 1,5 milliónir krónur í vinningsbýti til eigararnar.

Stjóri í Pf. Poul Michelsen er Gunnar D. Mohr og nevndarforkvinna er Poula Michelsen.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2023

20 Leygardagur 09. desember 2023

Byggja nýggjan virkisbygning við Ljósá

Bygningurin brendi í fjørsummar, men nú verður nýggjur reistur

(Mynd: KJ)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hátíðardámur við Ljósa í vikuni, nú KJ hevur endurreist nýggjan virkisbygning í bygdini. Mánadagin var reisigildi hildið saman við arbeiðsfólkinum á staðnum og umboðum frá KJ.

Nýggi virkisbygningurin er 14 metrar breiður og 55 metrar langur, sum gevur eina gólvvídd á 840 fermetrar. Spf. Búð stendur fyri lendis- og stoypiarbeiðinum og Kaas Industrybyg tekur sær av uppsetan og innilokan av høllini. Virkisbygningurin verður innilokaður áðrenn jól, og væntast at vera klárur at taka í nýtslu í summar.

[object Object](Mynd: KJ)

- KJ fegnast um skjóta og góða arbeiði frá undirveitarunum, og nýggi virkisbygningurin fer at bøta munandi um arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum og gomsluviðurskiftini hjá felagnum, sigur Viggo Johannesen, stjóri hjá KJ.

Tað var 9. august í fjør, at eldur festi seg í virkisbygningin hjá KJ við Ljósá, og bygningurin stóð ikki til at bjarga. Í bygninginum húsaðist deildin, ið stóð fyri sandblásing og líknandi arbeiðum hjá KJ, umframt plastdeildin, ið tekur sær av aliringum, smoltstøðum og øðrum uppgávum.

[object Object]Soleiðis sá út í fjørsummar (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2023

21 Leygardagur 09. desember 2023

Wenzel letur plátu- og lakkverkstað upp

Wenzel Lakk við Sámali Petur Danielsen á odda heldur til í gamla verkstaðnum hjá Wenzel í Akranesgøtu

(Mynd: Wenzel)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Gamla verkstaðið hjá Wenzel í Akranesgøtu 5 er nú umvælt til at vera ein nýtímans plátu-og lakkverkstaður.

Á odda fyri Wenzel Lakk er Sámal Petur Danielsen og hann hevur góð og roynd fólk afturat sær. Sjálvur hevur Sámal Petur sera drúgvar royndir innan økið, hann varð útbúgvin autolakkerari í 2007. Nevnivert er, at Sámal Petur byrjaði lærutíð sína hjá Wenzel. Afturat honum starvast Tummas Jákup Sørensen, plátusmiður, Dánjal Sørensen, lakkerari, Dávid Dam, móttøkuleiðari, Malan Fríða Hentze, móttøkufólk, og Turið Thomsen, skrivstovufólk.

[object Object](Mynd: Wenzel)

Nýggja deildin tekur í móti øllum bilmerkjum og buglur, skøvur, og lakkeringsskaðar er serkunnleiki. Steinsløg, brotnir rútar og tryggingarskaðar tekur Wenzel Lakk sær eisini av.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2023

22 Leygardagur 09. desember 2023

KJ handað Bakkafrost metstóra tvíkilju

Miðenni er 20 metrar long og níggju metrar breið og fær heimstað í Kollafirði. Eftirspurningurin á stórum tvíkiljum tykist vaksandi, sigur stjórin í KJ

Talan er um nýbygning nummar 63 hjá KJ. Felagið á Kambsdali hevur bert veitt eina tvíkilju í hesari støddini áður. Hon varð handað Hiddenfjord í fjørsummar. Tann nýggja kom inn á Fuglafjørð týsdagin, har hátíðarhald var (Mynd: KJ)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í góðveðrinum týsdagin varð móttøka hildin á bryggjuni í Fuglafirði, í samband við at Bakkafrost fekk handað metstóra tvíkilju frá KJ. Felagið á Kambsdali hevur bert veitt eina tvíkilja í hesari støddini áður frá. Hon varð handað Hiddenfjord í fjør summar.

Hetta upplýsir KJ í tíðindaskrivi.

Hendan nýggja tvíkiljan hjá Bakkafrosti hevur fingið navnið Miðenni, og fær heimstað í Kollafirði, har Bakkafrost hevur virki. Talan er um nýbygning nummar 63 hjá KJ.

- Miðenni er 20 metrar long og níggju metrar breið. Hetta ger, at tvíkiljan hevur stórt og gott dekspláss, umframt at hon eisini hevur tveir skjótt arbeiðandi og máttmiklar kranar frá Palfinger, á dekkinum. Talan er um ein 90 tonsmetur krana afturi í reyv í styriborðssíðu, umframt ein 33 tonsmetur krana miðskips aftan fyri stýrihúsið.

[object Object]
Miðenni á veg inn á Fuglafjørð - tvíkiljan hevur stórt og gott dekspláss, umframt at hon eisini hevur tveir skjótt arbeiðandi og máttmiklar kranar á dekkinum. (Myndir: KJ)

Afturat hesum hevur Miðenni eisini eitt 20 tons spæl, tríggjar trý tons koppar og ein hydrauliskan koblingsplátuhaldara, ið bøtir munandi um trygdina hjá arbeiðsfólkunum umborð.

Í mun til maskinútgerð, so er talan um Iveco C13 motorar, har hvør motorur hevur 500 hestakreftir og tvær bógskrúvur. Ein máttmikil 119 KVA generator veitir ravmagnsorku til allar tær elektrisku útgerðina umborð. 

Viggo Johannesen, stjóri hja KJ, sigur, at eftirspurningurin á stórum tvíkiljum er vaksandi.

- Vit hava nú veitt tvær metstórar tvíkiljur til føroysku alivinnuna, og gongdin í føroysku og útlendsku alivinnuni gevur ábendingar um, at tørvurin á fleiri slíkum tvíkiljum er vaksandi.

[object Object]Myndir: KJ

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2023

23
Leygardagur 09. desember 2023

Føroyar og Russland gjørt fiskivinnuavtalu

Úrslitið av samráðingunum er, at føroysku kvoturnar av toski og hýsu í russiska partinum av Barentshavinum eru lækkaðar samsvarandi umsitingarætlanini fyri stovnarnar

(Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyar og Russland gjørdu í gjár, fríggjadagin, avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2024. Talan var um talgildan fund.

Úrslitið av samráðingunum er, at føroysku kvoturnar av toski og hýsu í russiska partinum av Barentshavinum eru lækkaðar samsvarandi umsitingarætlanini fyri stovnarnar. Hetta merkir, at toskakvotan minkar við 20 prosentum og hýsukvotan við 18 prosentum. Føroyska kvotan av flatfiski og rækjukvotan verða óbroyttar.

Í føroyskum sjógvi lækka russisku kvoturnar av makreli og sild í tráð við lækkingarnar, sum ICES hevur mælt til fyri 2024. Talan er um 23,7 prosent lækking fyri norðhavssild og 5,5 prosent lækking fyri makrel. Svartkjafturin hækkar við 3.000 tonsum, sum er ein nakað lægri hækking enn tilmælini frá ICES um svartkjaftastovnin.

Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2024 verða hesar: Toskur 9.766 tons, hýsa 1.047 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons.

Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2024 verða hesar: Svartkjaftur 75.000 tons, makrelur 12.291 tons og sild 6.485, íroknað møguliga hjáveiðu.

Russisk skip fáa í 2024 atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 55.618 tons av svartkjaftakvotuni, sum russisk skip hava í altjóða sjógvi.

Russisk skip hava í 2024 ikki atgongd at fiska í Serøkinum hjá Føroyum og Bretlandi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

24
Leygardagur 09. desember 2023

Emerald fer ikki til fiskiskap fyribils

Eitt av nýggjastu fiskiskipunum í føroyska flotanum liggur í løtuni í Tromsø, har skipið fer at liggja fyribils

Emerald frammanfyri Gadus (Savnsmynd: Båtsfjord Havn)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Tað kemur væntandi at taka umleið eini 14 dagar at umvæla ymsu skeivleikarnar sum eru á Emerald, sum kom til Føroyar í juli í ár.

Skipið er bygt í Turkalandi, og tað er norska fyritøkan Skipsteknisk, sum hevur teknað skipið.

- Emerald liggur í løtuni í Tromsø, og her verður skipið liggjandi í nakrar dagar, sigur Jákup Joensen, sum er annar skiparin umborð.

Millum annað skulu girini kannast, akselsgeneratorurin skal rættast av og eisini skulu fólk eftirhyggja ljósmotorarnar umborð.

- Hetta er ein partur av tí tá ið talan er um nýggj skip, og tíverri kemur hetta at taka umleið eini 14 dagar, men vit hava vónir um at loysa fyri jól, sigur Jákup Joensen.

Emerald er heili 87,5 metrar langur og 18 metrar breiður. Skipið kostaði yvir 400 milliónir krónur at byggja.

Gadus, sum JFK í Klaksvík eigur, hevur eisini havt ymsar avbjóðingar. Gadus fór tó aftur til fiskiskap fyri nøkrum døgum síðani.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

25
Leygardagur 09. desember 2023

Seinna hálvár etur fyrra hálvár upp

Fyrra hálvárið var gott, og tá royndu vit uttan fyri Føroyar. Seinna hálvárið er soltið, sigur Bethuel Johannesen, skipari á Klakki

Brøðurnir Bethuel Johannesen og Líggjas Johannesen (Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Árið er brúkiligt, men ikki líka gott sum í fjør. Vit hava fiskað minni, og so hevur prísurin verið lægri enn í fjør. Tað sigur Bethuel Johannesen, skipari á Klakki.

Í vikuni landaði frýstlínuskipið Klakkur 140 tons av avhøvdaðum fiski í Klaksvík. Teir høvdu roynt í fýra vikur undir Føroyum og á Íslandsrygginum. Líggjas Johannesen var skipari. Longu sama dag fór Klakkur avstað aftur, og nú er bróðurin, Bethuel Johannesen skipari.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð við jólapakkum, og fekk tá eitt prát við Betuel.

Spurt var millum annað, hvussu árið hevur roynst?

- Árið er brúkiligt, men ikki líka gott sum í fjør. Vit hava fiskað minni, og so er prísurin lægri enn í fjør. Fyrra hálvárið var gott, og tá royndu vit uttanfyri Føroyar. Seinna hálvárið er soltið, tí vit royna við Føroyar, og her er sera smáligt við fiski. Tí etur seinna hálvár fyrra hálvár upp, og ov lítið liggur eftir, sigur Bethuel.

- Tí er tað nógv meiri spennandi at fiskað aðrastaðni, enn við Føroyar. Grundin er einfald hon, at tað er skjótari at fiskað aðrastaðni, tí tað er nógv meiri fiskur at fáa. Fyri okkara viðkomandi er tað  ongastaðni so vánaligur fiskiskapur sum við Føroyar. Tað sama siga skipararnir á hinum línuskipunum, sigur hann.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Orsøkin til vánaliga fiskiskapinum við Føroyar er ikki, at heimaflotin hevur ovurfiskað stovnarnar, tí hann er bara ein brøkpartur av tí, hann var fyri árum síðani.

Fyri umleið tjúgu árum síðani vóru umleið 25 línuskip og nú eru 10, og umleið 100 útróðrarbátar, og nú eru kanska 20, og yvir 20 trolbátar og nú eru 6, sigur Bethuel.

Hann hevur sín varðhuga av, hví tað er so smáligt við fiskiskapi við Føroyar, men vil ikki rópa hart um tað.

Hann sigur, at teir eru glaðir fyri Klakk, sum hevur riggað væl. Tvær manningar á 17 mans hoyra til skipið, og teir fara avstað aftur sama dag sum teir landa.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2023

26 Leygardagur 09. desember 2023

Sankta Frans Skúli 90 ár – ein varði í Varðagøtu

Hátíðarhald var í gjár, har borgarstjóran millum annað vísti á týdningin av skúlanum, takkaði fransiskanarasystrunum, nú tær flyta av landinum og handaði málning hjá Finleifi Mortensen

Fransiskanarasystrarnar byrjaðu skúlan á hesum staði í 1933 og hevur hann merkt nógv fyri fleiri ættarlið. Kommunan yvirtók skúlan í 1985
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í gjár vóru 90 ár liðin, síðani Sankta Frans Skúli varð tikin í nýtslu í Varðagøtu. Í hesum sambandi var hátíðarhald, og nógv fólk var komið saman í skúlanum at hátíðarhalda dagin.

Tað vóru Fransiskanarasystrarnar, ið byrjaðu skúlan. Kommunan yvirtók skúlan í 1985.

- Ein varði í Varðagøtu seinastu 90 árini. Tað haldi eg, at vit kunnu siga um Sankta Frans skúla

Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, millum annað í røðu sínari.

[object Object]

Sankta Frans skúli er ein umráðandi partur av skúlasøguni í Tórshavnar kommunu, men borgarstjórin vísti á, at skúlin eisini hevur stóran týdning í hansara persónligu søgu, tí børnini, abbabørn og langabbabørn hjá honum hava gingið í skúlanum.

Borgarstjórin takkaði fransiskanarasystrunum fyri tað, ið tær hava gjørt fyri Havnina og Føroyar, og ynskti teimum góðan byr, nú tær flyta av landinum.

Til seinast fekk Sankta Frans Skúla handað ein málning av skúlanum í gávu. Listamaðurin Finleif Mortensen hevur málað.

[object Object](Myndir: Tórshavnar kommuna)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

27 Leygardagur 09. desember 2023

Páll á Reynatúgvu nýggjur stjóri í VEKS

Eldrasamstarvið í Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar-, og Sunda kommunu, VEKS, hevur sett Páll á Reynatúgvu í starv sum stjóra fyri økið

Páll á Reynatúgvu (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

VEKS hevur søkt eftir stjóra, sum skal mynda nýggju leiðina og vera við til at styrkja og menna eldasamstarvið í Norðurstreymoy. Og nú er hann settur. 

Páll á Reynatúgvu er nýggjur stjóri í VEKS-samstarvinum, verður boðað frá í tíðindaskrivi.

- Tað hevur stóran týdning eftir mínum tykki at vera meira framsíggin og byrja at loysa tær avbjóðingar longu nú, sum liggja fyri framman við fólkasamansetingini. Nýggja kósin, sum VEKS hevur sett út í kortið, er nýhugsan, sum fangaði mín áhuga og tí bjóðaði eg meg fram til starvið, sigur Páll á Reynatúgvu.

Páll á Reynatúgvu hevur heilsufakliga útbúgving sum fysioterapeutur og diplomútbúgving í heilsuleiðslu og frálæru. Hann hevur drúgvar royndir við leiðslu í politisku skipanini sum borgarstjóri, nevndarformaður í SEV, løgtingslimur, løgtingsformaður og landsstýrismaður, tá hann m.a. hevði yvirskipaðu ábyrgdina av eldraøkinum.

- Eg las til fysioterapeut og tók eina leiðsluútbúgving í heilsu, tí dreymurin var frá byrjan av at arbeiða innan heilsuøkið, men so fór eg upp í politikk og var har í 25 ár. Tað eru tó hollar royndir, sum saman við mínari heilsuligu vitan og førleikum kunnu gagna økinum. Nú gleði eg meg at heilsa uppá starvsfólk og vera við at føra VEKS fram á leið.

Páll á Reynatúgvu tekur við starvinum 1. januar 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

28 Leygardagur 09. desember 2023

Jóan Petur Hentze nýggjur kommunustjóri í Havn

Tórshavnar býráð hevur samtykt at seta Jóan Petur Hentze í starvið sum kommunustjóri í Tórshavnar kommunu

Jóan Petur Hentze er valstýrisformaður í Havn (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tórshavnar býráð hevur samtykt at seta Jóan Petur Hentze í starvið sum kommunustjóri í Tórshavnar kommunu.

Jóan Petur Hentze er 53 ára gamal. Hann er útbúgvin cand.mag í samtíðarsøgu og religiónsvísindum. Jóan Petur Hentze hevur drúgvar stjóraroyndir úr starvinum sum trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu og sum aðalskrivari hjá Kommunusamskipan Føroya.

Jóan Petur Hentze byrjar í starvinum sum kommunustjóri 1. januar 2024.

Hann tekur við eftir Bjørgfríð Ludvík, sum síðan 2016 hevur verið kommunustjóri. Hon segði seg úr starvi í oktober.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2023

29 Leygardagur 09. desember 2023

Bjarni og Anna eru nýggir eindarleiðarar á dagstovnaøkinum

Tórshavnar kommuna hevur sett Bjarna Beder og Annu Dalsgaard í starv frá 1. januar at rokna. Bæði eru námsfrøðingar og hava drúgvar royndir á dagstovnaøkinum

Anna Dalsgaard hevur arbeitt sum námsfrøðingur á almannaøkinum og dagstovnaøkinum. Seinastu 8 árini hevur hon verið stovnsleiðari í Býlingshúsinum undir Fjalli. Bjarni Beder hevur í nógv ár arbeitt á dagstovnaøkinum. Seinastu 8 árini hevur hann verið dagstovnaleiðari í Frítíðarskúlunum í Hoyvík og Klubb 188. Harumframt var hann eitt skifti leiðari á Frítíðarskúlanum á Fløtum (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Bjarni Beder og Anna Dalsgaard eru sett sum eindarleiðarar á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu.

Anna og Bjarni eru bæði útbúgvin námsfrøðingar og hava drúgvar royndir á dagstovnaøkinum.

- Anna Dalsgaard hevur arbeitt sum námsfrøðingur á almannaøkinum og dagstovnaøkinum. Seinastu 8 árini hevur hon verið stovnsleiðari í Býlingshúsinum undir Fjalli.

- Bjarni Beder hevur í nógv ár arbeitt á dagstovnaøkinum. Seinastu 8 árini hevur hann verið dagstovnaleiðari í Frítíðarskúlunum í Hoyvík og Klubb 188. Harumframt var hann eitt skifti leiðari á Frítíðarskúlanum á Fløtum.

Tey byrja í starvi 1. januar 2024 boðar Tórshavnar kommuna frá.

[object Object]Jan Mølvad, deildarleiðari á barna- og ungdómsøkinum, Bjarni Beder, nýggjur eindarleiðari, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Anna Dalsgaard, nýggjur eindarleiðari, og Jóan Petur Hentze, trivnaðaratjóri (Mynd: torshavn.fo)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2023

30 Leygardagur 09. desember 2023

Hjørdis Mortensen verður trivnaðarstjóri í Almannaverkinum

Í november søkti Almannaverkið eftir trivnaðarstjóra, sum skuldi hava ábyrgd av øllum virkseminum í størsta deplinum í Almannaverkinum, og avgjørt er at seta Hjørdis Mortensen í starv

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

48 ára gamla Hjørdis Mortensen verður trivnaðarstjóri í Almannaverkinum, boðar Almannaverkið frá í tíðindaskrivi.

Tað var í november, at Almannaverkið søkti eftir trivnaðarstjóra, sum skal leiða Trivnaðardepilin, størsta depil í Almannaverkinum. Trivnaðarstjórin hevur ábyrgd av øllum virkseminum í deplinum og skal tryggja, at depilin virkar sum ein savnaður og strategiskt hugsandi depil.

Hjørdis, sum byrjar í starvinum 1. januar, hevur starvast í Almannaverkinum í 15 ár, og hevur hon drúgvar royndir sum fulltrúi og leiðari. 

Hon byrjaði í Almannaverkinum í 2008, og starvaðist sum fulltrúi á skrivstovuni hjá høvuðsbarnaverndarnevndini í seks ár. Frá 2014 til 2015 var hon sett sum fulltrúi í viðskiftadeplinum.

Í 2016 varð avgerðarskrivstovan skipað til at taka sær av visitering til trivnaðartænastur. Hjørdis tók við starvinum sum deildarleiðari í avgerðarskrivstovuni, og hevði ábyrgd av at menna nýggju deildina og skipa økið visitering av nýggjum. 

Seinastu tvey árini hevur hon verið partur av stjórn og deildarleiðari í tankasmiðjuni. Við hesum royndum hevur hon fingið eitt gott innlit í strategiska arbeiðið í Almannaverkinum, skrivar Almannaverkið.

Hjørdis er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og bachelor í fyrisiting og organisatiónsteori frá universitetinum í Bergen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2023

31 Leygardagur 09. desember 2023

Malan Petersen sett sum fyrstilærari í Hvalvíkar skúla

Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum hevur sett 43-ára gomlu lærarinnuna í starvið frá 1 januar 2024 at rokna

Malan Petersen hevur havt egna fyritøku og hevur eisini eitt skifti havt leiðsluna um hendi í Kvívíkar skúla (Mynd: bumr.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nýggir fyrstilærari er sett í starv í Hvalvíkar skúla. Talan er um 43-ára gomlu Malan Petersen.

Barna- og útbúgvingarmálráðið boðar í vikuni frá, at Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Maluna Petersen í starvið frá 1 januar 2024 at rokna.

- Malan Petersen er 43 ára gomul og tók læraraprógv í 2018, umframt at hava tikið ymisk viðkomandi skeið. Hon býr í Streymnesi og hevur undirvíst í Kvívíkar skúla hesi síðstu 6 árini. Umframt læraraútbúgving er Malan Petersen útlærd sum frisør og hevur havt egna fyritøku í 8 ár, áðrenn hon valdi at taka læraraútbúgving.

Malan Petersen hevur eitt skifti, og eftir tørvi, havt leiðsluna um hendi í Kvívíkar skúla

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2023

32 Leygardagur 09. desember 2023

Náttúrufriðøkið Stóriryggur

Kristin Vilhelmsen eigari av hagapartinum Stóraryggi sunnast á Kalsoy sær fram til at uppliva ríkt fuglalív í økinum, nú seyðurin er tikin av

Frá vinstru Jógvan Sofus Vilhelmsen, Kristin Vilhelmsen og Poul Juul Vilhelmsen (Mynd: Tjóðsavnið)
SkrivaÐ:

Innsent

Tað var í 2020, at eigararnir av hagapartinum Stóriryggur við Kristin Vilhelmsen á odda avgjørdu at taka seyðin av. Stóriryggur er nú eitt náttúrufriðøki, har gróður og fuglalív sleppa at koma fyri seg uttan ávirkan frá menniskjaligum virksemi.

Kristin Vilhelmsen hevur leingi haft ein dreym um at síggja sín hagapart seyðafrían. Áhugin fyri náttúruni hevur altíð ligið honum nær, og hann vil fegin síggja aftur ríka fuglalívið á Kalsoynni, ið hann minnist sum unglingi. Uttan seyðin fer gróðurin at blíva heilt øðrvísi og síðari. Hetta metir Kristin fer at ríka um fuglalívið.

Hagaparturin Stóriryggur er ognarjørð sunnarlaga á Kalsoynni, og er í løtuni størsta náttúrufriðøki í Føroyum. Umleið 500.000 fermetrar av haga koma nú fríu náttúruni í Føroyum til gagns. Aage V. Jensens fonde hevur stuðlað verkætlanini í Stóraryggi.

[object Object]Teir hegna í góðveðrinum (Mynd: Tjóðsavnið)

Samstarv við granskingarstovnar

Í august mánaði vóru granskarar frá norska granskingarstovninum NIBIO í Føroyum í samband við, at plantufrøðiligar kanningar skuldu gerast á Stóraryggi. Lendisbati, ið er ein verkætlan hjá Tjóðsavninum, fremur kanningar saman við NIBIO, ið hevur servitan á økinum, fyri soleiðis at økja um vitanina um lendið og plantuvøksturin á Stóraryggi í Kalsoy. Framyvir verða vakstrar- og plantufrøðiligu kanningarnar endurtiknar við jøvnum millumbilum, soleiðis at til ber at fylgja við, hvussu hagin við tíðini mennist, eftir at seyðurin var tikin av. Samstarvið við NIBIO er partur av eini verkætlan hjá Lendisbata og stuðlað av norðurlendska ráðharraráðnum.

Lendisbati samstarvar við jarðareigarar og festarar

Endamálið hjá Lendisbata er at fremja náttúruendurbøtandi átøk. Høvuðsátøkini eru m.a. at fyribyrgja og bøta um jarðriv, vaksa um lívmargfeldið og endurbøta mó- og vátlendir til frama fyri djóralív og kolevnisupptøku. Hetta krevur nógvar hendur. Lendisbati samstarvar tí við jarðareigarar og festarar kring alt landið, sum hjálpa við at bøta um lívmargfeldið og at endurbøta náttúruna til frama fyri náttúru og landbúnað og til gleði fyri okkum menniskju.

Verkætlanirnar fevna m.a. um náttúrufriðøkið Stórarygg, endurbøting av skriðu oman fyri Syðradalsbygd á Kalsoynni og skipan av náttúrufriðøki í Sundshaga á Streymoynni.

Les meira á heimasíðuni hjá Tjóðsavninum

[object Object]
Hagaparturin Stóriryggur sæddur frá Klakki á Borðoynni (Mynd: Tjóðsavnið)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2023

33 Leygardagur 09. desember 2023

44 næmingar fingu prógv á Ítróttaháskúlanum

Tey hava gingið á heldur øðrvísi skúlatilboðnum í Suðuroynni í 15 vikur. Næsti næmingaflokkur kemur í januar

Pláss er fyri 48 næmingum í Vági, og sum oftast er fult teknað við skúlabyrjan (Mynd: ítróttaháskúlin í Suðuroynni)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðani á heysti í 2016 hevur Ítróttarháskúlin í Suðuroynni regluliga tikið ímóti næmingum - ungum føroyingum og útlendingum.

Í august byrjaði eitt nýtt skeið við nógvum næmingum. Heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum er 15 vikur, og fyrst í hesum mánaðinum var próvhandan í Ítróttarhøllini í Vági.

- Nú varð sagt farvæl við 44 fantastiskar næmingar Tað hava verið 15 hendingarríkar, stuttligar og mennandi vikur

Hetta skrivar Ítróttaháskúlanum í Suðuroy í vikuni á Facebook-síðu sínari, har fleiri myndir frá tiltakinum eisini eru. 

[object Object]
(Mynd: ítróttaháskúlin í Suðuroynni)

Talan er um eina heldur øðrvísi skúlauppliving hjá næmingunum, sum millum annað eru nógv úti í náttúrini.

Várskeiðið 2024 byrjar í januar. Pláss fyri 48 næmingum á Ítróttaháskúlanum, ið hevur sín heimstað í Vági.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

34 Leygardagur 09. desember 2023

Martin Mohr Olsen hevur vart sína ph.d.

Havnarmaðurin skrivaði ritgerðina "Fourth Mission and Post-Sustainability Oriented Innovation in the Arctic", og verjan á DTU síðsta fríggjadag gekk væl

Tað var Jes Broeng, professari á DTU Entrepreneurship, sum leiddi verjuna, og eydnaðist hon væl. Martin Mohr Olsen fekk rós fyri sítt arbeiði við ph.d.-ritgerðini (Mynd:setur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fríggjadagin 1. desember vardi Martin Mohr Olsen ph.d.-ritgerð sína á DTU. Havnarmaðurin hevur verið innskrivaður á Fróðskaparsetri Føroya og Danmarks Tekniske Universitet (DTU).

Hendan ph.d.-verkætlanin er samstarv millum Setrið, DTU, Tórshavnar kommunu og Hugskotið, skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu sínari.

Jason Li-Ying, professari á DTU Entrepreneurship, var høvuðsvegleiðari. 
Hjávegleiðarar vóru Francesco Rosati, lektari á DTU Entrepreneurship, Jens Christian Svabo Justinussen, lektari á Fróðskaparsetrinum og Lau Øfjord Blaxekjær, adjungerðaur námslektari á Fróðskaparsetrinum.

Í metingarnevndini vóru: Maria Theresa Norn, lektari á DTU Entrepreneurship, Leslie King, professari á Royal Roads University í Kanada og Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetrinum

Tað var Jes Broeng, professari á DTU Entrepreneurship, sum leiddi verjuna, og eydnaðist hon væl, staðfestur setur.fo. Martin Mohr Olsen fekk rós fyri sítt arbeiði við ph.d.-ritgerðini "Fourth Mission and Post-Sustainability Oriented Innovation in the Arctic".

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2023

35 Leygardagur 09. desember 2023

Religión og trúgv føra til óndskap

-Tað er í veruleikanum tað vit uppliva í dag. Tað er líkamikið, hvat fyri religión tað er. Um tað er trúgvin uppá Gud, trúgvin uppá Jehova ella trúgvin uppá Allah, tað er líkamikið

Hanus Kamban, rithøvundur: -Tað førir til óndskap, tá menniskju ikki kunnu loysa seg frá, at billa sær inn, sum nógvir jødar gera, at vit eru Guds útvalda fólk. Tað eru teir ikki. Eingin er Guds útvalda fólk (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Orðini eigur rithøvundurin Hanus Kamban og vórðu søgd á samkomu í Paname í “Gamla Bókhandli”  í Havn mikudagin, tá bókin “Antisemitisma” varð løgd fram.

Hanus Kamban hevur sum fáur átikið sær uppgávuna at greiða frá søguni hjá jødunum frá um ár seksti og fram til endan á seinna heimsbardaga.

Tá hann fór undir hetta stóra arbeiðið fyri 2-3 trimum árum síðani, visti hann av góðum grundum ikki, hvussu støðan í Miðeystri skuldi síggja út, um tað mundið bókin kom út.

Og tað var m.a. eisini júst hetta hann nam við  í framløguni av bókini henda kalda men vakra desemberdag.

[object Object]

- Tá eg byrjaði at skriva bókina fyri árum síðani var tað eingin ella fáur, sum hevði hugsað um, hvat fór at henda. Men nú er knappliga eldur í. Tað hevði eg ikki hugsað um tá. So kann man spyrja seg sjálvan: hví er eldur í.

Eg havi hugsað um tað og haldi sjálvur, at tað hevur samband við tað, at vit blíva við at seta álit okkara til religiónina, trúnna.

Í Miðeystri eru tríggir átrúnaðir. Har er islam, har er jødadómur og har eru tey kristnu. Uppá ein ella annan máta havi eg ta áskoðan, at religión í sær sjálvum ger ikki nakað gott.

Eg vil siga, at religión - trúgv - sum vit kalla tað, førir til óndskap. Tað er í veruleikanum tað vit uppliva nú. Tað er líkamikið, hvat fyri religión tað er. Um tað er trúgvin uppá Gud, trúgvin uppá Jehova ella trúgvin uppá Allah, tað er líkasmikið.

Tað førir til óndskap, tá menniskju ikki kunnu loysa seg frá, at billa sær inn, sum nógvir jødar gera, at vit eru Guds útvalda fólk. Tað eru teir ikki. Eingin er Guds útvalda fólk, og tað førir við sær óndskap, morð og dráp.

Hanus Kamban legði aftrat, at hetta er hansara óivað ikki serliga væl gjøgnumhugsaða meting. Men helt so fram:

- Eg eri bangin fyri, at soleingi vit halda fram at trúgva blint uppá slíkar Gudar, sum í grundini eru hugmyndir og ikki veruliga eru til, og trúgva, at nakar er Guds útvalda fólk, so heldur tað bara fram. Har er ikki nakað at gera.

Men hevur onkur annar eitt betri hugskot, so lurti eg fegin, segði rithøvundurin, áðrenn hann lat sonin, Atla Brix Kamban, sum hevur gjørt myndina til permuna á bókini,  spæla nøkur vøkur løg. 

[object Object]Tveir háaktuellir føroyskir rithøvundar, Hanus Kamban og Heini í Skorini (Mynd: Jan Müller)


Um bókina Antisemitisma, sum merkir jødahatur

Bókaverkið Antisemitisma er á mangan hátt óvanligt. Tað er fyrsta verk av sínum slag í Føroyum og í Danmark og eisini – á ein hátt – í heiminum.

Tað fevnir um eitt langt tíðarskeið í søguni, og snýr seg fyri stóran part um forfylging, kúgan og dráp av jødunum. Rithøvundurin varpar her ikki minst ljós á støðuna undir seinna heimsbardaga, tá Týsklands valdsharri, Adolf Hitler, gjørdi av at myrða allar heimsins jødar. Tað eydnaðist honum og hansara skutilsveinum – nazistunum – at taka um seks milliónir av jødum av døgum. Hesi fólk vórðu gassað til deyðis, skotin, svøltað í hel, fryst í hel, sligin, hongd, kvald, eitrað, pínd, brend og avlívað á annan hátt.

Ta rørslu, sum gjørdi hesa hending møguliga, rópa vit antisemitisma, sum merkir jødahatur. 

Víðari skrivar høvundurin, at sjálvt upprunafæið til hesa rørslu finna vit í teimum fýra evangeliunum í Nýggja Testamenti. Í øllum fýra verður greitt frá, at jødarnir høvdu ábyrgd av Jesu deyða. Hetta varð ósatt, tí í roynd og veru hevði Pontius Pilatus – rómverskur landshøvdingur – ábyrgdina. Men veruleikin var, at ikki bara teir jødar, sum tá livdu, men allir jødar fyri alla tíð fingu skyldina. Umframt hetta vórðu jødar samstundis – í m.a. Nýggja Testamenti – lagdir undir at vera Satans børn.

Í miðøldini varð henda ræðumynd herd, víðkað og endurtikin umaftur og umaftur. Jødar vórðu lagdir undir at eitra brunnarnar, at vanhalga altarbreyðið og at pína og drepa smábørn. Somuleiðis fingu teir skyldina fyri farsóttir, bardagar og kreppur.

Um alt hetta kann ein lesa í stórverkinum “Antisemitisma” eftir Hanus Kamban. Í hesi frásøgn – har greitt verður frá antisemitsmunnar søgu í stívliga nítjan øldir – eru tíbetur eisini nakrir glottar. Eitt nú varð tíðarskeiðið eftir ár 700 – tá ið muslimar ráddu í Spania – ein tíð, tá ið jødar, muslimar og kristin livdu í sátt og semju.

Í seinasta kapitli í bókini greiðir høvundurin frá, hvussu ísraelskir demokratar í hesum døgum stríðast fyri at bjarga landsins sál undan einum mannvondum høgraráki.

Um verkið sum heild sigur høvundurin, at tað er frukt av einum áhuga, sum varð kveiktur longu í 1962.

Bókin er góðar 500 síður og fæst í bókabúðunum kring landið. Útgevari er forlagið Náttsólin.

Um rithøvundan er at siga, at hann hevur greitt úr hondum ørgrynnu av bókmentaligum tekstum og er kanska mest kendur fyri bøkurnar um skaldabrøðurnar J.H.O. Djurhuus  og H.A. Djurhuus fyri bert at nevna nakrar.

Hanus hevur tvær ferðir verið í tilmæli  til at fáa bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

[object Object]

[object Object]

[object Object](Myndir: Jan Müller)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2023

36 Leygardagur 09. desember 2023

Ash Olsen á G!

Hon er 24-ára gomul, kemur úr Noregi, rappar fyri tað mesta og er á veg fram. - G! hevur øll árini lagt seg eftir at bjóða nøvn, ið eru á veg móti stjørnunum, og hetta er eitt dømi um júst hetta

Unga norsk kvinnan hevur seinastu árini veruliga gjørt vart við seg í heimlandinum og aðrastaðni
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í farnu viku varð Of Monsters And Men kunngjørt sum fyrsta navnið á G! 2024, og í hesi vikuni kunngjørdi festivalurin næsta navnið til festivalin komandi summar.

Talan er Ash Olsen, sum verður lýst sum ein av bestu ungu rapparunum úr Noregi.

- Hon hevur tikið bæði tónleikavinnu og áhoyrarar púrasta á bóli í heimlandinum. Lagið "Kit Kat" hevur verið væl fagnað á Tik Tok, og hevur samstundis fingið flog á dansigólvum kring alt Noreg, og nú eisini í útvarpi og Spotify.

[object Object]
Mynd: G!

Ash Olsen er 24-ára gomul, og hevur ein rímiliga eyðkendan stíl. Seinastu tíðina hevur hon fingið nógv góð ummæli, og umboð fyri G! hava sæð hana á palli fyri stuttum:

- Vit vóru so heppin at hoyra Ash Olsen framføra á Iceland Airwaves, har hon hevði eina heilt einastandandi, rúnarbindandi og orkumikla framførslu,

Hetta sigur Høgni Lisberg, tónleikastjóri, og vísir á, at har er breið semja um, at hetta er eitt listafólk, sum sær út til at fara at fáa sítt stóra altjóða gjøgnumbrot, áðrenn vit vita av.

- G! hevur øll árini lagt seg eftir at bjóða nøvn, ið eru á veg móti stjørnunum, og hetta er eitt dømi um júst hetta, verður staðfest í tíðindaskrivinum.

G! Festivalurin 2024 verður í Syðrugøtu 18.-20. juli 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2023

37 Leygardagur 09. desember 2023

Minnisútgáva yvir farnan búskaparfrøðing

"For the Common Good" er útgáva við greinum eftir Jóanesi Jacobsen umframt starvsfeløgum og vinum hansara - eitt eindømi í føroyskari bókaútgávu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjadagin gav Fróðskapur út minnisrit um Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðing. Bókin kallast “For the Common Good. In Memory of Jóannes Jacobsen”. Bókin er ognað dóttrini Jónu.

Talan er um útgávu við greinum eftir Jóannesi Jacobsen sjálvum, umframt upprunagreinar hjá starvsfeløgum og vinum hansara. Høvundarnir eru: Hans Ellefsen & Daniel W. Bromley, Þórólfur Matthíasson, Hermann Oskarsson, Thorvaldur Gylfason, umframt Henrik Fosse & Anders Sørensen, sum skrivaðu eina grein saman við Jóannesi.

Nakrar av greinunum snúgva seg um samfelagsligu skipanina av fiskivinnuni sum heild, og serstakliga um tær búskaparligu og samfelagsligu tilgongdirnar, sum eru avgerandi grundin undir teimum institutiónum og tí politiska regluverki sum fyriskipa rættin til vinnuligu gagnnýtsluna av náttúrutilfeinginum.

Jóannes Jacobsen var lektari í búskaparfrøði í Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann andaðist í 2020 av sjúku, einans 47 ára gamal.

Eindømi í føroyskari bókaútgávu

Bókin er eindømi í føroyskari bókaútgávu, tí hon er fyrsta búskaparfrøðiliga úrvalsrit, sum givið er út í Føroyum. Flestu evnini, sum viðgjørd verða í greinunum, hava týdning í føroyskum búskapi, hóast greinirnar í bókini allar eru á enskum máli. Formælið á føroyskum greiðir stutt frá innihaldinum í hvørjari grein sær.

Hetta minnisritið, Jóannesi Jacobsen, lektara á Fróðskaparsetrinum, til heiðurs, er eisini fyrsta bókaútgáva, sum hevur røtur í vísindavirkseminum í útbúgvingini í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum, har tríggir av høvundunum hava starvast.

Hermann Oskarsson, Hans Ellefsen og Marjun Dalsgaard hava ritstjórnað bókina.

Í formælinum sigur Hermann Oskarsson millum annað soleiðis um Jóannes Jacobsen:

“Øll virdu Jóannes fyri hansara ósvitaliga integritet, hansara óvíkiligu ærligheit, hansara holla vísdóm og ikki minst fyri púra avgjørda stavnhaldinum ímóti optimalu loysnini, kjarnuni í málinum, sannleikanum, ella hvat vit so nevna tað. Sum tann nærlagdi búskaparfrøðingurin hann var, fór hann altíð eyðmjúkur til verka við virðing fyri vísindini, og hann var tí førur fyri at leiðbeina sínar starvsfelagar í flestu málum.”


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2023

38 Leygardagur 09. desember 2023

Hamradun á Tórsfest

Tórsfest hevur kunngjørt enn eitt navn á plakatuni

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Enn eitt navn er komið á plakatina hjá Tórsfest, tí fríggjadagin varð kunngjørt, at føroyski fólkarokkbólkurin Hamradun verður millum mongu nøvnini, sum fara á pall í miðbýnum í Havn.

Hamradun gav sína fyrstu fløgu út í 2015. Tónleikur teirra ferðast í einum heimi av føroyskum sagnum og vísum, og kann bólkast sum fólkarokkur, tá hann er allarbest. Við teimum, eru Føroyar ríkaðar við einum kvæða- og vísurokk bólki, ið kemur at standa sum ein varði í føroyskari tónleikasøgu.

Bólkurin er mannaður av sera royndum harrum, sum hvør í sínum lagi hava verið virknir á føroyska tónleikapallinum í fleiri ár.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Frammanundan er greitt, at Rasmus Seebach, Nik Kershaw og Páll Finnur Páll spæla á Tórsfest, sum verður 22. juli 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

39 Leygardagur 09. desember 2023

Manskórið og Fuglafjarðar Sangkór í Vesturkirkjuni

Jólakonsertin verður sunnukvøldið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnukvøldið verður jólakonsert í Vesturkirkjuni í Havn við Tórshavnar Manskóri, sum í ár hevur boðið Fuglafjarðar Sangkóri við sum gestakór.

Sum altíð er skráin fjølbroytt og fevnir um sakralverk, nýtt verk, klassikarar og sjálvandi eisini sangir og sálmar, ið hoyra jólunum til.

Bjarni Restorff og Sámal Matras stjórna Tórshavnar Manskóri, meðan Heðin Kambsdal stjórnar Fuglafjaðar Sangkóri. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2023

40 Leygardagur 09. desember 2023

Vágakórið og Vestmanna sangkór hava tvær konsertir saman sunnudagin

Tann fyrra konsertin verður í Sandavágs kirkju klokkan 16, og tann seinna byrjar klokkan 19 í Vestmanna kirkju. Talan er um umleið hálvthundrað kórsangarar

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sunnudagin 10. desember hava Vágakórið og Vestmanna sangkór tvær konsertir, har kórini fara at syngja ymiskar jólasangir.

Tann fyrra konsertin verður í Sandavágs kirkju klokkan 16, og tann seinna byrjar klokkan 19 í Vestmanna kirkju. Hetta skrivar Vágaportalurin-

- Vit kunnu lova tykkum, sum koma at lurta, eina fjølbroytta konsert undir leiðslu av teimum báðum kórleiðarunum John Jacobsen og Rannvá Margretu Matras-Olsen og umleið hávthundrað væl uppløgdum kórsangarum úr vesturøki Føroya.

Á skrá eru kendir og minni kendir føroyskir og útlendskir jólasangir, sum kórini syngja saman og hvørt sær.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2023

41 Leygardagur 09. desember 2023

Pápi og dóttir við hvør sínari bók

Tvífald bókaútgáva verður í Varpinum í Klaksvík leygardagin

Rakul Ró Steintórsdóttir og Steintór Rasmussen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í dag kemur út bókin “Sólja og Súla á Sólferð”, sum 20 ára gamla Rakul Ró Steintórsdóttir hevur skrivað. Sjálv hevur hon málað og myndprýdd søguna, har vit fylgja eini lítlari føroyskari gentu á eini hendingaríkari ferð runt jørðina, har hon hittir fleiri spennandi dýr, sum vita nógvum at siga frá.

Bókin er fyrst og fremst ætlað smærri børnum, men søgan og tær nógvu fittu tekningarnar eru eisini hugfangandi lesnaður hjá skúlabørnum í yngru flokkunum. Ein serstøk litbók fæst eisini saman við tí forvitnisligu bókini.

“Ommusa Omma” kallast útgávan hjá Steintóri Rasmussen, og tað er Maria Mørkøre listakvinna, sum í gomlum stíli hevur teknað.

Bókin er skrivað á løttum máli til børn í miðskúlanum, men er eisini ein søga, ið byggir brýr í millum ættarlið.  Saman royna vit at skilja søguna.  Hvat er ein olduromma, og hvat er ein pumpuringur. Gera pengar okkum glað, og hvat spældu børnini, áðrenn øll fingu teldur og telefonir. 

Tað er Innskot, sum gevur út barnabøkurnar, sum kunnu væntast at vera í sølubúðunum um vikuskiftið.

Í dag, leygardagin 9. desembur, klokkan 15 verður móttøka við sangi, upplestri og ymiskum jólahugna í Varpinum í Klaksvík, har høvundarnir, dóttir og pápi, eru í jólahýri og selja nýggju barnabøkurnar til serprís.   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2023

42 Leygardagur 09. desember 2023

Fimm nýggjar bøkur - harav tríggjar jólabøkur

Hetta er áttanda og seinasta bókaumfari hjá Bókadeildini í 2023

Ein morgun í desembur verður langi vetrarsvøvnurin hjá mumifamiljuni avbrotin. Uttanfyri er heimurin umskapaður: Okkurt hvítt og løgið liggur um allan Mumidalin, og Filifjonkan, Heimilin og øll hini hava øgiliga nógv um at vera við mati og gávum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fimm bøkur út í ársins áttanda og seinasta bókaumfari. Jólini eru í hondum, og hesaferð koma tríggjar jólabøkur.

Hin svanga ormveran - krógva og blunda í kavanum

Henda hugnaliga jólasøgan hevur stuttlig rím og er full í klaffum at lyfta og slóðum, sum barnið kann fylgja við fingrunum.

Eric Carle hevur skrivað og myndprýtt. Turið Kjølbro týddi úr enskum.

Bókin er ein pappbók við klaffum og fingraslóð, 10 bls. og til børn, sum eru uml. 0-1 ár.

[object Object]

Jólini koma í Mumidalin

Ein morgun í desembur verður langi vetrarsvøvnurin hjá mumifamiljuni avbrotin. Uttanfyri er heimurin umskapaður: Okkurt hvítt og løgið iggur um allan Mumidalin, og Filifjonkan, Heimilin og øll hini hava øgiliga nógv um at vera við mati og gávum. Tað er okkurt, sum tykist bæði løgið og vandamikið, og tað kallast Jólini.

Rithøvundarnir Alex Haridi og Cecilia Davidsson hava endursagt væl umtóktu stuttsøguna Granntræið eftir Tove Jansson, og listakvinnan Filippa Widlund hevur givið henni nýggjar myndir.

Ása Ellefsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 34 bls. og til børn, sum eru umleið 2-5 ár.

[object Object]

Ein nátt í Betlehem

Jólaevangeliið hevur ongantíð verið vakrari enn í hesi hugtakandi og fjálgu útgávuni.

Drongurin Boas er úti og leitar eftir tjúkka frensinum Jetro. Men í skýmingini er fult av soldatum og fremmandum fólkum í Betlehem. Boas finnur frensin, sum hevur krógvað seg undir beristólinum hjá ónda konginum Heródesi, og skundar sær avstað.

Í loyndarfullu náttini møtir Boas trimum stjørnuspámonnum á kamelum. Teir hava fylgt einum løgnum ljósi á himmalinum heilt úr Eysturlondum til Betlehem. Hann tekur fremmandu menninar við heim í húsini hjá pápanum, har ein ungur maður og kona hansara, sum er við barn, eru sloppin at gista í einum fjósi. Hetta verður ein nátt sum eingin onnur nátt.

Bjarne Reuter hevur á fjálgan hátt umyrkt jólaevangeliið, og Kamilla Wichmann hevur myndprýtt við undursomum akvarelltekningum. Elsa Birgitta P. Petersen týddi úr norskum.

Bókin er innbundin, 56 bls. og til børn, sum eru uml. 6-8 ár.

[object Object]

Mist kall

Ein grafisk skaldsøga um yvirgangsatsóknina á Utøya, um lívið aftaná og um øll tey, sum vit sakna, hóast vit ongantíð lærdu tey at kenna. Bókin fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn 
Norðurlandaráðsins í 2022.

Ein mánað aftan á 22. juli 2011 fara Rebekka og Fariba í miðnámsskúla. Fariba teknar seg sum lim í AUF, og Rebekka hevur nógv um oyruni: kabarettina, Daniel við krúllunum, ball, skúla og vinir. Trupulleikin er bara, at Rebekka alla tíð hugsar um tað, sum hendi.

Nora Dåsnes hevur skrivað og myndprýtt. Beinir Bergsson týddi úr
norskum.

Bókin er innbundin, 296 bls. og til ung frá umleið 13 ár.


Wimpy Kid – Dagbókin hjá einum vussi

Hon er seinkað men kemur áðrenn jól. Nú kemur henda stuttliga bókarøðin endiliga á føroyskum! Wimpy Kid er seld í fleiri enn 250 milliónum eintøkum kring heimin, og nógvir føroyskir lesarar gleða seg longu at ogna sær fyrstu bókina í røðini.

At vera barn kann vera ordiliga rotið. Hetta veit eingin betur enn Greg Heffley, sum gongur í miðdeild, har klantraslig neyðardýr skulu ganga í flokki saman við børnum, sum eru nógv hægri og longu raka sær.

Jeff Kinney hevur skrivað og teknað. Jóhanna Heðinsdóttir Wolles týddi úr enskum.

Bókin er heft, 218 bls. og til børn, sum eru uml. 9-12 ár.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2023

43 Leygardagur 09. desember 2023

Sýna fram føroyska mentan og list í New York

Í vár verður føroyskt átak Scandinavia House við bókmentum, tónleiki, filmi, sniðgeving, gastronomi og ferðavinnu

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stórt føroyskt mentanarátak verður í New York frá apríl til juli í 2024. Átakið verður fyriskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Almanna- og mentanamálaráðnum og Visit Faroe Islands, í samstarvi við Scandinavia House, ið hýsir tiltakinum.

Endamálið við átakinum er at sýna fram føroyska mentan og list. Talan er um eina røð av tiltøkum innan bókmentir, tónleik, film, sniðgeving, gastronomi og ferðavinnu, sum fara fram millum 9. og 21. apríl, umframt eina listaframsýning, ið verður opin frá apríl til juli.

Tiltøkini verða í Scandinavia House í New York, og verða fyriskipað í samstarvi við Listasavn Føroya, FarLit, Faroe Islands Music Export, Fróðskaparsetur Føroya, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum. Fyrreikingarnar eru í gongd, og skráin fyri føroysku mentanardagarnar verður almannakunngjørd fyrst í komandi ári.

Í 2020 varð partalagsyvirlýsing millum Føroyar og USA undirritað. Avtalan skal leggja lunnar undir styrkt samstarv millum Føroyar og USA, m.a. innan gransking, mentan og vinnu. Mentanarátakið er liður í at birta undir samstarv millum Føroyar og USA innan mentan og kreativar vinnur. Eftir ætlan letur upp føroysk sendistova í Washington á heysti 2024.

Ein partur av átakinum er, at Uttanríkistænastan og nýggja sendistovan í Washington skipa fyri eini VIP móttøku og døgurða 11. apríl 2024 í Scandinavia House, har Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum, verður vertur. RÆST fer at borðreiða við brellbitum við føroyskum rávørum, og Eivør hevur eina tónleikaframførslu.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum, letur upp føroysku listaframframsýningina í Scandinavia House 13. apríl, tá eisini Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavninum og føroysk listafólk verða til staðar.

Scandinavia House
Scandinavia House: The Nordic Center in America er fremsta norðurlendska mentanarhúsið í USA, og húsast á Park Avenue á Manhattan. Húsið lat upp í 2000 og hevur framsýningar, tiltøk og annað, ið varpar ljós á norðurlendska mentan.

The American-Scandinavian Foundation (ASF) eigur og rekur Scandinavia House. Felagsskapurin varð stovnaður í 1911, og hevur til endamáls at fremja mentanarlig sambond millum USA og Norðurlond.

Sí meira kunning um Scandinavia House og American-Scandinavian Foundation á www.scandinaviahouse.org 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2023

44 Leygardagur 09. desember 2023

Ukraina skiftir sendiharran í Keypmannahavn út

Skrivstovustjóri í uttanríkisráðnum í Kyiv kemur í staðin fyri Mykhailo Vydoinyk

Mykhailo Vydoinyk vitjaði í Føroyum í september (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ukraina skiftir nú sendifólk í Danmark. Um miðjan desember tekur Andriij Yanevskyij yvir sessin sum sendiharri eftir Mykhailo Vydoinyk.

Tað upplýsir ukrainska sendistovan í Keypmannahavn fyri Politiken.

Skiftið er liður í størri skifti í ukrainsku uttanríkistænastuni. Avgerðin varð tikin longu í oktober, men tað var ikki fyrr enn í síðstu viku, at Vydoinyk var hjá drottningini til fráfaringarmóttøku.

Mykhailo Vydoinyk hevur verið sendiharri í Keypmannahavn í fimm ár, men tað var ikki fyrr enn Russland keyp á Ukraina í februar í fjør, at hann gjørdist eitt kent andlit í Keypmannahavn, skrivar Ritzau.

Síðan tá hevur hann verið nógv at síggja í fjølmiðlum við ógvuliga beinleiðis boðskapum til danir viðvíkjandi støðutakanini til Russland í ósemjuni.

Hann hevur ikki verið bangin fyri at tala ímóti donskum fyritøkum, sum onkusvegna hava havt virksemi í Russlandi í hesum tíðarskeiði.

Politiken skrivar, at komandi sendiharrin Andriij Yanevskyij, kemur frá einum starvi sum skrivstovustjóri í ukrainska uttanríkisráðnum.

Í september vitjaði Mykhailo Vydoinyk í Føroyum við inniligari áheitan á føroyingar og føroyskt vinnulív.

Les samrøðu í Blaðnum Vikuskiftið: - Vónandi velja tit at gera tað rætta 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2023

45 Leygardagur 09. desember 2023

Gevst sum ministari

Mia Wagner hevur heilsutrupulleikar – sat bert tvær vikur sum ráðkvinna við talgilding og javnstøðumálum

Mia Wagner (Mynd: DR)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bert tvær vikur eftir, at hon var útnevnd til ráðkvinnu við talgilding og javnstøðumálum, gevst Mia Wagner nú  sum limur í donsku stjórnini.

Hon var partur í stjórnarumskipanini hjá Vinstraflokkinum. Mia Wagner var óroynd í politikki, men meira kend sum vinnulívskvinna og ein av íleggjarunum í vælumtóktu sjónvarpsrøðini “Løvens hule”.

Tað vísir seg nú, at hon hevur heilsutrupulleikar. Í farnu viku fekk hon eitt dánilsi og svímaði í heimi sínum, og hevur verið sjúkrameldað síðan.

Nú hevur hon so tikið avgerð um at gevast. Vinstriflokkurin hevur avgjørt, at Marie Bjerre verður kallað inn aftur í stórnina.

Formaðurin í Venstre, Troels Lund Poulsen sigur í tíðindaskrivi, at tað harmar hann nógv, at Mia ikki kann halda fram í stjórnini.

- Men tað er sjálvandi ting, ið hava størri týdning enn politikkur, leggur hann afturat, sambært Ritzau. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2023

46 Leygardagur 09. desember 2023

Sev hækkar elprísin við fimm oyrum

Príshækkingin kemur í kjalarvørrinum á fráboðaða økta oljuavgjaldinum hjá landsstýrinum, sum fer at tyngja raksturin hjá Sev við 30 milliónum

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á eykaaðalfundi fríggjadagin hevur Sev samtykt at hækka elprísin fyri allar kundar við fimm oyrum pr. kWt næsta ár.

Príshækkingin kemur í kjalarvørrinum á fráboðaða økta oljuavgjaldinum hjá landsstýrinum, sum fer at tyngja raksturin hjá Sev við 30 milliónum krónum.

Ein triðingur av øktu útreiðslunum verða funnar í rakstrinum, meðan restin verður fíggjað við at hækka elprísin komandi ár.

Neyðugt at hækka prísin
- Vit harmast um soleiðis at fáa álagt eitt kostnaðarmikið umhvørvisgjald fyri at gera rúm fyri skattalætta. Tað hevði givið meining, um peningurin fór til grønar íløgur, sum kundu ført Føroyar enn longri fram móti einum burðardyggari samfelag, men so er ikki, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í Sev.

- Ætlanin var ikki at hækka elprísin, men tíverri bleiv tað neyðugt, sigur Kári Johansen.

Príshækkingin fær gildi 1. januar 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

47 Leygardagur 09. desember 2023

SEV formaðurin: Risa fet fram móti burðardyggari Føroyum

- Hetta er av sonnum ein hátíðardagur. Tí í dag taka vit enn eitt risa fet fram ímóti einum burðardyggari Føroyum, og tað er einn sonn frøi at kunna hátíðarhalda hesa løtuna

Nevndarformaðurin í SEV, Kári Johansen, her saman við Aksel Johannesen, løgmanni, tá nýggja battarískipanin hjá SEV á Sundi varð alment tikin í nýtslu (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Soleiðis segði formaðurin í SEV stýrinum Kári Johansen, tá hann tók orðið á tiltakinum í sambandi við, at nýggja battarískipanin hjá SEV varð tikin í nýtslu.

Nevndarformaðurin tók fram einki minni enn røðu hjá táverandi amerikanska forsetanum Abraham Lincoln, tá hann fekk orðið.

[object Object]

”Enn er vindurin ein ótamd og ógagnnýtt orka – og møguliga verður ein av størstu framtíðar uppfinningunum – tøknin at temja og gagnnýta vindin.” 

Ikki tykkum at siga – er nógv er hent síðani.    

Tað er kanska at taka munnin ov fullan at siga, at vit hava lært at temja vindin -  tí hann ræður sær sjálvum –  men vit veiða vindin - vit gagnnýta vindin – og í dag seta vit enn ein varða á slóðini – við verkætlanini at gagnnýta vindin enn betur - at goyma vindin – og samstundis at varðveita eina støðuga og trygga elveiting. 

Skipanin við battaríum og synkronkompensatori, sum verður verksett í dag, er í roynd og veru eitt týðandi amboð til at kunna temja óstøðugu vindorkuna, og gera hana um til eina meira støðuga orkukeldu.

Hetta eru slóðbrótandi verkætlanir, og áhugin er stórur í útlandinum at fylgja við og síggja, hvussu hilnast her hjá okkum.

Tí riggar tað her í okkara lítlu og avbyrgdu elskipan, ja so riggar tað eisini aðra staðni. 

[object Object]

[object Object]

Avbjóðingarnar við at gagnnýta sum mest av óstøðugari vindorku eru tær somu nógva staðni í heiminum, men fáar staðni eru tey komin líka langt við at finna loysnirnar, sum skulu til – sum vit her í Føroyum.  

Fyrstu ferð vindorka varð framleidd inn á elnetið hjá SEV var í Suðuroy í 1979, tá brøðurnir Birgir og Helgi Enni settu upp vindmyllu á Tvøroyri. –

Og fyrstu ferð vit gjørdu líknandi roynd sum hesa, vit fara at verkseta í dag, var eisini í Suðuroy.  

Skipanin í Suðuroy, sum hevur verið roynd í eina tíð, hevur eydnast sera væl. Men í vavi og mátti svarar elskipanin í Suðuroy bert til ein 10. part av elskipanini í meginøkinum, og tað er ikki sjálvsagt, at tað ber til at falda eina skipan við 10 og fáa tað sama burturúr.  

So skjótt tað gjørdist greitt, at vindmátturin uppi yvir Havnini skuldi trýdoblast innan heilt stutta tíð, varð samstundis greitt, at skuldi nakað koma burturúr hesum verkætlanum, var neyðugt við alternativum loysnum fyri at tryggja støðufestið í elskipanini. 

Vindorka er óstøðugur máttur, og tað ber snøgt sagt ikki til at økja vindmáttin í einum avmarkaðum øki so ógvusliga og bara lata leyst inn á elnetið. So okkurt mátti gerast, og tað skuldi gerast skjótt. 

[object Object]

Farið varð beinanvegin undir at fyrireika hesa verkætlanina, og nú  - tvey ár seinni – standa ein høll við 12,5  Mega Watt battarískipan og ein høll við 15 MegaVoltAmpere synkronkompensatori til reiðar at taka í nýtslu.  

At alt hetta kundi lata seg gera upp á so stutta og avbjóðandi tíð við heimsfarsótt og inflatión, er prógv um gott og virðismikið samstarv millum okkara dugnaligu fólk og okkara ikki minni dugnaligu føroysku og útlendsku veitarar. 

Samstarv er vegurin fram, og samstundis hava okkara fólk hjálpt Magn/Lív og Effo/Røkt við kaðallegging, og hava harumframt skoytt allar kaðalar, sum lagdir eru. 

Vit eru í dag savnað inni á Sundi fyri at hátíðarhalda enn ein varða í føroyskari elveitingarsøgu og enn eitt amboð til at veita føroyska samfelagnum tryggan streym. 

Og er tað nakað, sum eyðkennir hetta økið, so er tað tryggur streymur. 

[object Object]

Sundsverkið hevur verið garantur fyri tryggari og álítandi streymveiting í nærum fimmti ár. Støð 1 stóð liðug í 1974, støð 2 smá 10 ár seinni í 1983, og støð 3 í 2020.

Dagtangahúsið heiman fyri støð 1 stóð liðugt í 2019. 

Vegna koronufarsóttina bar ikki til at bjóða tykkum niðan, tá støð 3 stóð liðug og var sett í rakstur. Og tí nýttu vit sjálvsagt hetta høvið til vísa tykkum partar av støð 3 eisini í dag. 

Men tíðin gongur og vindurin blæsir, so at enda fari eg at takka tykkum fyri at vera komin higar í dag, og fari eg at lata ’løgmanni’ orðið, áðrenn stabiliserandi skipanin alment verður tendrað og sett í rakstur, segði SEV nevndarformaðurin Kári Johansen.   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

48 Leygardagur 09. desember 2023

Fossáverkið í Vestmanna virkið í 70 ár

2. desember vóru 70 ár liðin, síðani vatnorkuverkið við Fossá í Vestmanna varð sett í royndarrakstur og Sev kundi senda fyrstu kilowattini út á netið

(Mynd: SEV)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jólini 1953 mundu vera nakað øðrvísi enn tey vóru von við hjá mongum í Streymoynni, Eysturoynni og Vágum.

2. desember vóru 70 ár liðin, síðan vatnorkuverkið Fossaverkið í Vestmanna varð sett í royndarrakstur, og Sev kundi senda streym út á netið til bygdir í Streymoynni, Eysturoynni og yvir um Vestmannasund til Vágar.

Í bókini Ljós yvir landið skrivar Jógvan Arge soleiðis:

Verkið sett til

Í september 1953 var vatn sett á byrgingarnar, og 19. november vórðu ventilarnir latnir upp og vatn sett á rørini. Klokkan 9.30 hendan dagin startaði ein týskari turbinuna og koplaði generatorin til.

2. desember klokkan 16.30 varð streymur settur á orkustøðina og Fitjarnar, og eitt korter seinni varð streymur settur á Tórshavnarlinjuna.

3. desember varð streymur settur á Vestmannalinjuna og dagin eftir á Eysturoyarlinjuna.

4. desember vórðu Hvalvík, Streymnes, Norðskála og Oyri settar til, og 8. desember Strendur og Skála.

5. desember kom túrurin til Nes, Toftir, Runavík, Saltangará, Glyvrar og Gøtu, og 10. desember Lorvík.

6. desember varð streymur settur á háspenningarlinjuna vestur í Vágar. Frits Jacobsen úr Sørvági, sum hevði arbeitt sum múrari uppi við byrgingarnar, múraði nú á kraftstøðini. Kayser helt, at tað var hóskandi, at ein vágamaður slapp at seta hesa linjuna til, og bað Frits snara kontaktina klokkan 12.00.

Hendan dagin var Erling Heinesen saman við Juul-Hansen í Vágum. Streymur fekst til Sandvágs, Vatnsoyrar og Sørvágs, men tá Miðvágur skuldi setast til, brendi ein transformatorur saman. Hetta gjørdi, at Miðvágur fekk ikki streym frá SEV fyrrenn dagin eftir, og gøtuljósini vórðu ikki tendrað fyrrenn annan dagin eftir.

22. desember settu teir streym til Fjørð í Vestmanna, og nú fekk øll Vestmanna streym frá SEV.

Tá farið var um nýggjárið fingu um 1.200 húsarhald streym frá SEV, men roknað varð við um 2.000 nýtarum tilsamans í hesum fyrsta umfarinum. 26. januar visti 14. September at siga frá Erlingi Heinesen, at vanliga nýtslan lá um 600kW, og tað mesta hevði verið umleið 800 kW.

Men nakrar bygdir, sum vóru í fyrsta byggistigi, høvdu ikki fingið streymsamband enn. Tær vóru eitt nú Fuglafjørður, Rituvík, Lamba, Søldarfjørður og Eiði. Hartil kom, at summi virki, turkihús og onnur, høvdu ikki fingið innleggingar og motorar umlagdar til streym frá SEV.

Fyrsta turbinan virkin enn
Fyrsta turbinan, sum varð sett til á Fossáverkinum var ein Pelton/Maier turbina á 2,1 MW. Hon hevur tískil 70 ár á baki, men virkar enn sum fyrsta dagin. Í 1956 varð virksemið víðkað við eini størri Francis Voith turbinu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2023

49 Leygardagur 09. desember 2023

Hægri avgjald á elbilar

Eitt samt løgting samtykti í vikuni at broyta avgjald á elbilum skrásettir eftir 1. apríl 2024

(Mynd: Komfortbilar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Týsdagin samtykti løgtingið, at avgjaldsfrítøkan á elbilar verður avmarkað til 200.000 krónur. Tað var eitt einmalt løgting, sum samtykti uppskotið frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

Endamálið við avgjaldsfrítøkuni hevur verið at fremja grøna orkuskiftið og ikki lata stuðul til at keypa dýrar bilar.

Broytingin ber í sær, at ravmagns- og vetnisbilar sum eru skrásettir frá 1. apríl 2024 skulu rinda eitt virðisgjald av CIF-virðinum, sum fer upp um 200.000 krónur.

Sambært galdandi lóggávu eru persónbilar, sum nýta ravmagn ella vetni til framdrift, avgjaldsfríir til og við 31. desember 2024. Frá 1. januar 2025 skulu hesi akfør rinda eitt stigvíst hækkandi avgjald. Í 2028 og fylgjandi ár er avgjaldið 30 prosent av avgjaldsskylduga virðinum til og við 100.000 krónur og 45 prosent av avgjaldsskylduga virðinum omanfyri 100.000 krónur.

Sambært Akstovuni vórðu í 2022 seldir 506 elbilar. Av hesum bilum høvdu 467 eitt CIF-virði, ið var hægri enn 200.000 kr.

Samlaða CIF-virðið omanfyri 200.000 fyri allar elbilarnar var 62 milliónir krónur. Tað er 133.000 krónur í miðal fyri hvønn bil, sum er omanfyri 200.000 krónur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2023

50 Leygardagur 09. desember 2023

Umfatandi víðkan av fjarhitanetinum

Kongavarði á Argjum er bundin í fjarhitanetið í Havn. Tað merkir, at fjarhitin nú verður veittur ígjøgnum eina 14 kilometrar samanhangandi høvuðsleiðing, sum røkkur av Sundsverkinum

(Mynd: Fjarhitafelagið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kongavarði á Argjum er nú bundin í fjarhitanetið í Havn, sum nú telur 14 kilometrar í einum samanhangandi strekki. Harvið er umfatandi víðkanin av fjarhitanetinum, sum fór í gongd í 2016, liðug.

Teir 225 fjarhitakundarnir, sum búgva Undir Kongavarða, vóru í vikuni bundnir í restina av fjarhitanetinum. Tað merkir, at fjarhitin nú verður veittur ígjøgnum eina 14 kilometrar samanhangandi høvuðsleiðing, sum røkkur av Sundsverkinum, oman í Gundadal, ígjøgnum Steinatún, út eftir Jóannesar Paturssonar gøtu, eftir Landavegnum og heilt út Undir Kongavarða.  

- Tað er gleðiligt at síggja, at vit nú eru komin á mál við útbyggingini av fjarhitanetinum, sum vit settu sjøtul á í 2016. Hesa tíðina eru alsamt fleiri sethús, íbúðir og størri bygningar knýttir í fjarhitaskipanina, og tað fegnast vit stórliga um, sigur Sune Jacobsen, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum. 

Hesi sjey árini, meðan víðkanin av fjarhitanetinum er farin fram, er talið av fjarhitakundum økt við umleið 800 brúkarum – úr gott og væl 1.000 upp í gott 1.800 brúkarar. Nógv er vunnið við víðkanini av fjarhitanetinum, men Sune Jacobsen letur tað ikki fara aftur við borðinum, at henda útbyggingin eisini hevur verið krevjandi fyri nógv fólk. 

- Eg takki borgarum, vinnulívi og handilslívi fyri tolsemið, øll hava víst, tá ið vit hava grivið høvuðsstaðin upp, og seinkingar havi verið í arbeiðinum, ljóðar heilsanin frá nevndarformanninum. 

[object Object](Mynd: Fjarhitafelagið)

Oljuketlarnir sløktir 
Útbyggingin er farin fram í samsvari við eina avtalu, sum eigararnir – SEV og Tórshavnar kommuna – gjørdu í einum sonevndum semjuskjali frá 2016. Tá var avtalað at leggja eina høvuðsleiðing oman í býin og út í vesturbýin m.a. við tí endamáli, at stórir bygningar skuldu kunna knýta í fjarhitanetið. Henda ætlan var seinni víðkað til eisini at fevna um økið Undir Kongavarða. 

Í hesum skiftistíðarskeiði, meðan útbyggingin er farin fram, hevur partvíst verið neyðugt at brúka olju til at veita fjarhita. Seks stórir oljuketlar vóru brúktir í fjarhitaskipanini, meðan ymisku økini í skipanini vóru bygd út og bundin saman. Tann seinasti av hesum oljuketlum var sløktur hósdagin, tá ið bústaðirnir Undir Kongavarða vóru knýttir í skipanina. Oljuketlarnir eru nú bert at taka til sum eykatrygd, um okkurt brek tekur seg upp í fjarhitaskipanini. 

- Í hesum sambandi loyvi eg mær at vísa á, at fjarhitaskipanin heilt frá byrjan hevur verið við til at tálma oljunýtsluni. Harvið er fjarhitin orsøkin til, at hundraðtals færri skorsteinar eru í høvuðsstaðnum í dag, sammett við ta støðuna, at eingin fjarhiti var settur í verk, staðfestir Sune Jacobsen. 

Næstu stigini 
- Vit hava nú eitt gott grundarlag at menna fjarhitan víðari við nýggjum orkumøguleikum. Harumframt eru góðir møguleikar hjá grannaløgum og býarpørtum at binda í høvuðsleiðingina, um nóg nógvir eigarar í einum øki ynskja tað, men hetta krevur eisini, at vit finna nýggjar orkumøguleikar, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.  

Eitt av næstu stigunum í útbyggingarætlanini hjá Fjarhitafelagnum er at seta upp ein elketil á Sundi, sum skal rekast við avlopsorku frá vindmyllum, at hita ein goymslutanga. Harumframt er ætlanin at halda fram við høvuðsleiðingini eftir Frælsinum, har gamli Venjingarskúlin skal umbyggjast til Fróðskaparsetur, og víðari oman á Landssjúkrahúsið. 

- Á henda hátt fáa landsstovnar í høvuðsstaðnum – nýggja Fróðskaparsetrið og Landssjúkrahúsið – gagn av fjarhitanum, sum í løtuni í høvuðsheitum er avlopsorka frá Sundsverkinum og Brennistøðini á Hjalla, sigur Sune Jacobsen, nevndarformaður. 

So hvørt sum elframleiðslan gerst grønari, fæst minni avlopsorka frá Sundverkinum, sum fer at framleiða minni elorku. Tí er neyðugt at menna nýggjar hitaloysnir í fjarhitaskipanini næstu árini. Enn er tó ikki heilt greitt, nær hesi næstu stigini at útbyggja fjarhitan verða tikin, men væntandi verður ein elketil við goymslutanga klárur at taka í nýtslu á Sundi í 2025.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2023

51 Leygardagur 09. desember 2023

Stuðulin til burturbeining av oljufýri heldur uppat

Frá 1. januar heldur stuðul til burturbeining av oljufýri uppat

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

1. juli í ár almannakunngjørdi Umhvørvismálaráðið, at 1,5 milliónir krónur í 2023 vóru settar av til at veita stuðul til at burturbeina oljufýr. Skipanin hevur riggað væl, og nógvar umsóknir eru komnar til Umhvørvisstovuna. Hesar verða viðgjørdar og avgreiddar leypandi sigur Umhvørvisstovan frá. 

Í sambandi við at lógarbroyting verður løgd fyri Løgtingið um at leingja tíðarskeiðið við mvg-afturbering fyri hitapumpur og jarðhita, verður sett sum treyt fyri at fáa mvg-afturbering, at oljufýringin er lógliga burturbeind. Hetta merkir at skipanin heldur uppat frá 1. januar 2024.

    


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2023

52 Leygardagur 09. desember 2023

Skotskir politikarar hugtiknir av grønu orkuskipanini hjá SEV

Formaðurin í orku- og veðurlagsnevndini í bretska tjóðartinginum í London, Angus Brendan MacNeil, er ovfarin av, hvussu væl Føroyar og SEV hava dugað at skipa grøna orkuskiftið.

Angus MacNeil, formaður í bretsku orku- og veðurlagsnevndini vitjar hjá SEV í Húsahaga. Her saman við Hákuni Djurhuus, stjóra (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hann er ikki nakar fremmandur gestur við tí eyðkenda skotska navninum Angus Brendan MacNeil. Hann hevur vitjað í Føroyum heilar sjey ferðir seinastu árini, og kallar seg ein sannan Føroyavin. Hann krógvar heldur ikki sínar kenslur fyri landinum og fólkinum í oyggjabólkinum í Norðuratlantshavi.

Sjálvur hevur hann, eins og føroyingar flestir, norrønar røtur. Hann er valdur í bretska tingið í London fyri SNP í Suðuroyggjum, Hebridunum.

Saman við starvsfelaganum Ronnie Cowan, úr Glasgow økinum vitjaði hann í Føroyum í vikuni. Við á ferðini var eisini føroyska sendikvinnan í London, Kate Sanderson. Ætlanin var, at politikarin umboðandi Hetland og Orknoyggjar, Carmichael, skuldi vera við á ferðini. Men honum barst frá.

- Eg kom fyrstu ferð til Føroya fyri 16 árum síðani. Síðani tá eru Føroyar ikki til at kenna aftur, so  nógv eru tær broyttar. Tá hevði eg júst vitjað í Íslandi, og eg má siga, at sera stórur munur var millum hesi bæði samfeløgini tá. Nú eg aftur havi havt høvi til at vitja  aftur fyrst  í Íslandi og síðani í Føroyum um somu tíð, síggi eg ikki longur  tann stóra munin millum londini bæði.  

Fólkatalið í Føroyum er nógv vaksið, og Føroyar eru vornar leiðandi í heiminum innan digitala økið. Og tá man sær, hvussu nógvar tunlar tit hava bygt og her ikki minst undirsjóvartunlar, tá eru vit, sum koma úr Skotlandi og oyggjunum púra ovfarin og bergtikin og ikki sørt øvundsjúk. Tit hava sjálvi megnað at byggja samfelagið út við eitt nú einum nútímans undirstøðukervi, og her hava vit í Skotlandi nógv at læra.

Hetta sigur Angus Brendan MacNeil, valdur í bretska parlamentið fyri Hebridurnar/Suðuroyggjar síðani 2006. Hann vitjaði nú um dagarnar saman við einum øðrum tinglimi, Ronnie Cowan  úr økinum nærhendis Glasgow í Føroyum fyri at kunna seg um gongdina og støðuna í Føroyum. 

Angus sigur, at tað er so hugaligt at síggja, hvussu føroyingar sjálvir hava megnað at stýra og skipa menningina av landi sínum.

Hann heldur avgjørt, at Skotland hevur nógv at læra av Føroyum, men vansin er tann, at nógvar av avgerðunum, sum viðvíkja Skotlandi, verða tiknar í øðrum landi og oftani eru tað skeivar avgerðir.

- Vit áttu eins og føroyingar at kunnað tikið avgerðir sjálvir um framtíðina hjá Skotlandi. Føroyar eru smáar og megna at stýra sær sjálvum. Í Skotlandi telja vit kanska 1 prosent av samlaða fólkatalinum í øllum Bretlandi, og tað sæst aftur í teimum avgerðum, sum eitt nú verða tiknar í London.

Skotsku tinglimirnir vitjaðu Sandoyartunnilin, MEST, Bakkafrost, løgtingið og ikki minst hjá SEV í Húsahaga, har Terji Nielsen, menningarleiðari greiddi frá føroysku orkuskipanini og grøna orkuskiftinum í Føroyum saman við Hákun Djurhuus, stjóra.

- Eg má veruliga siga, at tit eru komin langt í grøna orkuskiftinum, og her eri eg serstakliga hugtikin av battarískipanini í Suðuroynni, nakað, sum onnur lond avgjørt kunnu læra nakað av.

At brúka Suðuroynna sum eitt laboratorium fyri restina av Føroyum er einki minni enn eitt bragd og eitt framstig, sum onnur lond eisini kunnu taka til sín. Suðuroyggin kundi verið ein rannsóknarstova  fyri allan heimin.

Angus greiðir frá, at tey í Skotlandi leggja eisini stóran dent á grøna orkuskiftið og miðja eins og vit í Føroyum móti at brúka fossila orku sum  “backup” tvs. sum eyka orku.

Angus MacNeil er ikki heldur ein og hvør í orkuhøpi. Hann er formaður í orku- og veðurlagsnevndini í bretska parlamentinum, og tað er m.a. í tí høpi, at hann hevur vitjað í Føroyum í hesum døgum.

[object Object]Fv. Angus MacNeil, Ronnie Cowan, Hákun Djurhuus, Kate Sanderson og Terji Nielsen (Mynd: Jan Müller)

Spurdur um hvat hann sum formaður í hesi so týðandi nevndini kann taka heimaftur við sær úr Føroyum sigur Angus m.a.:

- Avgjørt nógv. Vitjanin hjá SEV í Húsahaga var ómetaliga áhugaverd og varð framløgan um føroysku orkuframtíðina nakað eg fari at taka við mær til London, tá vit fara at hava fund aftur. Føroyar og føroyingar hava við SEV á odda megnað at standa saman um eitt so stórt og týðandi mál heldur enn at draga hvør sína línu. Og serstakliga er tað grøna orkumenningin í Suðri, sum hevur skapt stóra virðing fyri royndunum hjá føroyingum at koma longur við grøna orkuskiftinum.

Angus er eisini sera upptikin av støðuni í heiminum við stóra hitavøkstrinum.

- Tað kann væl vera, at vit ikki merkja henda nógva hitan her í Havnini júst nú, men tað gera tey kring heimin, og tað er nakað vit mugu taka í størsta álvara. Vit mugu fremja grønar orkuloysnir, men hetta verður ikki gjørt eftir einum degi. Orkuskiftið má gerast skipað og skilagott. Vit mugu raðfesta loysnir við varandi orku men mugu eisini tryggja, at fólk fáa ta orku teimum tørvar í gerandisdegnum.

Angus MacNeil vísir í hesum sambandi á, at tað ber ikki til at taka  grundarlagið undan núverandi orkuvinnuni í eitt nú Skotlandi, har olja og gass fylla nógv, og har mong arbeiðspláss eru uppá spæl.

Hann sær fyri sær eina gongd móti grønari orkuloysnum, sum verður skipað og vælumhugsað og ikki skundað ígjøgnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

53 Leygardagur 09. desember 2023

Noreg tekur avgerð um námsvinnu á havbotninum

Norska stjórnin hevur avgjørt at geva grønt ljós til leiting eftir mineralum á havbotninum í einum øki norðan fyri Føroyar

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Endamálið er at fáa hendur á týðandi mineralum, sum tørvur er á í framleiðsluni av vindmyllum, elbilum, battaríum, sólpanelum og øðrum týðandi vørum ikki minst í sambandi við grøna orkuskiftið.

Noreg vil við hesi avgerð gera heimin minni heftan at framleiðsluni av hesum týðandi mineralunum, sum Kina nærum hevur einkarrætt uppá í dag. Landið stendur fyri 98 prosentum av framleiðsluni av sjáldsomum og tvingandi neyðugum mineralum, sum verða brúkt til grøna orkuskiftið.  Kina er so eisini í ferð við at fara undir námsvinnu á havbotninum.

Avgerðin í norska Stórtinginum fær undirtøku frá stjórnarflokkunum og Høgra og Framburðsflokkinum.

Norski ráðharrin fyri grøna orkuskiftinum sigur sambært NRK, at tað kann gerast ein vanlukka fyri royndirnar at fremja tað grøna orkuskiftið, um lond sum Kina og Rusland sleppa at standa fyri nærum allari framlkeiðsluni av týðandi mineralum, ið skal tryggja grøna orkuskiftið. Hann vísir á, at tá spurningurin kemur til sjálva námsvinnu verða tað sjálvandi sett stór krøv til framleiðararnar. Nú er so talan um leiting.  

Tað er tó ikki uttan svørðslag, at henda avgerðin verður tikin. Tí stór mótstøða er bæði í Stórtinginum og í norska samfelagnum eins og altjóða samfelagnum at fara undir námsvinnu á havbotninum av ótta fyri enn ókendu avleiðingunum fyri náttúru, livandi djór og umhvørvi annars.  

[object Object]

Millum lond, sum krevja, at tað skulu gerast neyvari kanningar av umhvørvinum, áðrenn námsvinna tekur seg upp á havbotninum, eru Týsklandi og Frakland. 

Sagt verður, at neyðugar kanningar av avleiðingunum hetta fær fyri umhvørvið, eru ikki gjørdar í nóg stóran mun. Talan er um eina heilt nýggja vinnu í einum heilt nýggjum umhvørvi, sum vit vita lítið um í dag, nevniliga eina vistfrøðiskipan á havbotninum, sum annars ikki er vorðin brúkt til vinnulig endamál. 

[object Object]

Norska stjórnin verjir seg við, at krøvini til umhvørvi og náttúruna verða í hásæti, áðrenn farið verður undir veruliga vinnu. 

Mineralini, eisini nevnd nodulir finnast á havbotninum kring allan heim men í stórum nøgdum í Norðuratlantshavi.

Nú Føroyar hava fingið víðkað um sítt havbotnøki og sjógv norðanfyri við altjóða avtalum, hevur eisini frá føroyskari síðu verið kannað, hvørji mineral kunnu finnast inni á okkara havbotni eisini. Her er tað Jarðfeingi, sum hevur staðið fyri kanningunum. 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2023

54 Leygardagur 09. desember 2023

Norski oljugrunnurin nýtt met

Virðið á norska oljugrunninum er nú 16.000 milliardir krónur. Tað er ein vøkstur uppá 30 prosent í ár 

Stjórin í norska Oljugrunninum hevur orsøk til at fegnast, nú virðið setir enn eitt met.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Virðið av grunninum er hækkað við 1.000 milliardum krónum í fjóðra ársfjórðinginum. Móti endanum av trijða ársfjórðingi varð virðið 14.801 milliardir krónur.

Stjórin í grunninum hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at verður heimurin raktur av búskaparliga kreppu er vandi fyri, at virðið av grunninum kann minka við 40 prosentum, og tað verður ein stór avbjóðing fyri stjórnina, nú partur av oljupengunum fer á fíggjarlógina. Í løtuni er tann upphæddin 410 milliardir krónur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

55 Leygardagur 09. desember 2023

Bill Gates stuðlar grønum orkuskifti í Norðurlondum

Hevur avgjørt at seta 250 milliónir dollarar í svensku ptx orkuverkætlanina Flagship One, sum danska Ørsted og svenska Liquid Wind standa fyri

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Talan er ta størstu verkætlanina í Evropa í royndunum at framleiða grøn brennievni til skipaferðsluna.

Tað snýr seg um at framleiða grønt metanol frá 2025, og skal virkið framleiða 55.000 tons av e-methanol til skipaferðsluna um árið.  

Umframt Microsoft grundleggjaran Bill Gates, hava ES nevndin og evropeiski íløgubankin avgjørt at stuðla verkætlanini.

Verksmiðjan skal  byggjast í ØrnsKøldsvik í Norðursvøríki. Hon verður tann fyrsta í røðini av Power-to-X verkætlanum í Evropa, hvørs endamál er at veita grøn brennievni til skipaferðsluna.

Grønu brennievnini skulu avloysa diesel, sum fyrst og fremst verða brúkt av stórum bingjuskipum. Hesi eru ov stór til at verða elektrifiserað, og tí er umráðandi at finna røttu grønu brennievnini.

Skipaferðslan í heiminum stendur í dag fyri 3 prosentum av útlátinum. 

[object Object]Bill Gates

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2023

56 Leygardagur 09. desember 2023

Hesi gjørdust ársins spælarar

Á fótbóltsgalla hóskvøldið vórðu bestu fótbóltspælararnir í landinum heiðraðir. Eyðvør Klakstein og Sølvi Vatnhamar gjørdust ársins spælarar. KÍ stóð annars á tí mesta

Sølvi Vatnhamar gjørdist ársins spælari annað árið á rað (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bestu fótbóltspælarar í Føroyum vóru í hóskvøldið heiðraðir á ársins Fótbóltsgalla, sum varð hildið á Hotel Brandan.

KÍ stóð á tí mesta, og átti eisini ársins leikara hjá kvinnum, Eyðvør Klakstein.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Men hjá monnum var tað Sølvi Vatnhamar úr Víkingi, sum annað árið á rað fekk heiðurin sum ársins leikari.

Ársins spælarar

Kvinnur: Eyðvør Klakstein, KÍ
Menn: Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Ársins ungu spælarar

Kvinnur: Eydna Dalheim, Víkingur
Menn: Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur

Ársins málverjar

Kvinnur: Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Menn: Mattias H. Lamhauge, B36

Ársins verjuspælarar

Kvinnur: Birita Ryan, KÍ
Menn: Odmar Færø, KÍ

Ársins miðvallarar

Kvinnur: Eyðvør Klakstein, KÍ
Menn: Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Ársins áleyparar

Kvinnur: Heidi Sevdal, NSÍ
Menn: Páll Andrasson Klettskarð, KÍ

Ársins landsliðsspælarar

Kvinnur: Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Menn: Odmar Færø, KÍ

Ársins venjarar

Kvinnur: Kristoffer Kvistgaard, KÍ
Menn: Magne Hoseth, KÍ

Ársins dómarar

Kvinnur: Høgni Madsen
Menn: Kári á Høvdanum

Fair Play steypið

KÍ menn

Toppskjútti/gullskógvurin

Kvinnur: Heidi Sevdal, 33 mál
Menn: Sølvi Vatnhamar, 21 mál

Tað eru FM1 og Miðlahúsið, sum skipa fyri tiltakinum saman við Fótbóltssambandinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2023

57 Leygardagur 09. desember 2023

Føroyar endaðu við fimta tepra tapinum

Aserbadjan skoraði einasta málið eftir líknandi deyðbóltsstøðu sum hana í Klaksvík í oktober. Føroysku kvinnurnar fingu einki stig og eitt mál í Nations League-kappingini

Eins og í heimadystinum móti Aserbadjan, endaði tað við eitt-máls tapi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hendan kappingin skuldi vera við til at menna føroyska A-landsliðið hjá kvinnum við millum annað at spæla tættari dystir og at koma longur fram á vøllinum.

Nú liðið hevur spælt seks Nations League-dystir í heyst og í vetur kann staðfestast, at Føroyar hava verið heilt væl við í fimm teirra, ið allir eru endaðir við eitt-máls tapi. Tað neiliga er fyrst og fremst ljóti 9-0 ósigurin í Montenegro í undanfarnu viku, og tað at liðið hjá Signe Pries Andersen ikki hevur fingið nakað stig.

Leikliga og í mun til málmøguleikar var heimaliðið greitt omaná í Baku, men Føroyar vóru við allan vegin í dystinum móti oddaliðnum í bólkinum. Tað var málleyst til miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Aserbadjan skoraði í samband við hornaspark. Málið líktist nógv 0-2 málinum í dystinum, sum var millum liðini í Klaksvík seint í oktober: 

Stutt hornaspark úr vinstru, síðani innlegg, ein føroyskur verjuspælari royndi at rudda bóltin, ið stakk í mótsstøukvinnu, og so var bólturin leysur í málteiginum. Nigar Mirzaliyeva var knøpp og knallaði bóltin í føroyska málið til 1-0.

Føroyska liðið royndi at svara aftur, men heimaliðið hevur framvegis yvirvágina. Heilt til endans fingu Føroyar tó eitt hornaspark og stutt eftir eina heilt góða støðu: Eyðvør Klakstein, ið hevði havt besta føroyska møguleikan undan hesum, fekk bóltin mitt á mótsstøðuhálvuni, innskifta Rebekka Benbakoura fekk pláss í høgru, og sendi væl innfyri. Sunniva Willemoes stóð sterk í myndini á verjukenda miðvøllinum, og var nú komin framvið. Hon kastaði seg fram, men gjørdist júst ov stutt til at prika bóltin í málið. 

[object Object]
Sunniva Willemoes minkaði um munin í dystinum millum liðini í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað varð harvið málið hjá júst Sunnivu Willemoes í dystinum millum liðini við Djúpumýru, ið gjørdist tað einasta, ið Føroyar skoraðu í kappingini. 19-ára gamla havnarkvinnan úr HB hevur fingið sítt A-landsliðsgjøgnumbrot í Nations League.

Hesaferð eydnaðist føroyska liðnum at verja væl so at siga allan dystin. Tað kom ikki so nógv burturúr frameftir, men avrikið var á einum heilt øðrum stigi enn í síðstu viku. Sum heild er helst nógv at taka við hjá Signe Pries Andersen, toymi og liðið til næstu undankapping, hóast úrttøkan ikki hevur verið sum vónað.

UEFA Nations League, Deild C
6. og seinasta umfar - 05. desember
Aserbadjan - Føroyar 1-0 (0-0)
68' Nigar Mirzaliyeva 1-0

Føroyar (5-4-1): Óluva Allandsdóttir Joensen - Jensa Kannuberg Tórlolvsdóttir, Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan (L), Tórunn Højgaard Joensen, Rúna Jacobsen (62' Fridrikka Klementsen) - Heidi Sevdal (73' Rebekka Benbakoura), Sunniva Dal Willemoes, Malena Olsen, Eyðvør Klakstein - Mona Rasmusdóttir

Endaliga støðan: 
1. Aserbadjan 16 stig
2. Montenegro 12 stig
3. Kýpros 7 stig
4. Føroyar 0 stig (1-15)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2023

58 Leygardagur 09. desember 2023

Landsliðsmálverjin til næstubestu deildina í Danmark

Mattias Heðinsson Lamhauge fer til Danmarkar at spæla

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Mattias Heðinsson Lamhauge hevur skrivað undir við FC Fredericia, sum spælir í næstbestu donsku deildini.

24 ára gamli landsliðsmálverjin hevur bundið seg at spæla við felagnum til á sumri 2026.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Vit hava fylgt Mattias í longri tíð, og vit gleða okkum at fáa hann inn í hópin, har hann fer at kappast við Frederik Mehder, sigur Stig Pedersen, stjóri í FC Fredericia.

Frederik Mehder hevur verið fyrstimálverji hjá Fredericia seinastu tíðina. Í 2020 vardi hann málið hjá TB í Betrideildini.

Mattias Lamhauge hevur verið fastur málverji hjá B36 seinastu árini, og á Fótbóltsgalla hóskvøldið var hann kosin ársins málverji.

Tað er longu greitt, at Bjarti Vitalis Mørk skal avloysa Mattias Lamhauge í B36.

[object Object](Mynd: Fcfredericia.dk)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

59 Leygardagur 09. desember 2023

Alexandar ÍF-venjari fulla tíð

Nú arbeiðir Alexandar Jovevic fulla tíð sum høvuðsvenjari hjá ÍF. Hann hevur skrivað undir sáttmála við felagið fyri næsta kappingarár

Alex fegnast her saman við sínum leikarum um at tað í ár eydnaðist at varðveita plássið í bestu deildini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

ÍF hevur fingið venjaraspurningin uppá pláss í minsta lagið eitt ár afturat.

Felagið boðaði í vikuni frá, at venjarin seinastu tvey árini, Alexandar Jovevic, hevur skrivað undir sáttmála fyri næsta kappingarár.

Stóra broytingin er, at Alexandar Jovevic nú fær høvið at brúka alla sína orku upp á ÍF. Hann hevur nevniliga verið í parttíðarstarvi hjá felagnum, men framyvir verður hann í fulltíðarstarvi.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Fyri tveimum árum síðani, settu vit okkum í nevndin fyri, at nú mátti leggjast á annan bógv. Alexandar varð settur í starv sum høvuðsvenjara, og aðalmálið var, at menna okkara ungu heimligu leikarar.

- Longu fyrsta árið eydnaðist tað okkum, at vinna okkum sætið aftur í Betri delidini, og tá ið so seinasta bríksl var floytað í 2023, kundu vit staðfesta og hátíðarhalda, at vit halda fram eisini í 2024 í Betri deildini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2023

60 Leygardagur 09. desember 2023

Bjarti til grannarnar at spæla

Bjarti Vitalis Mørk verður málverji hjá B36

Bjarti Vitalis Mørk (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

B36 kundi farna vikuskifti vátta, at Bjarti Vitalis Mørk næsta kappingarár verður partur av teirra hópi.

22 ára gamli Bjarti Vitalis Mørk hevur øll ungdómsárini verið partur av føroyskum landsliðnum, og í ár var hann eisini partur av A-landsliðshópinum.

Hann hevur við HB og AB spælt 33 dystir í toppinum av føroyskum fótbólti, og eingin ivi er um, at tað er ein av mest lovandi málverjunum í landinum, sum B36 nú hevur fingið í hópin.

- Satt at siga so havi eg eitt tætt tilknýti til B36, tí felagið altíð hevur verið familjuni nær. Tá ið seinasta kappingarár varð lokið, tók eg avgerð um, at eg vildi leita mær aðrar leiðir, tí eg ynski at fáa meira spælitíð, sigur Bjarti Vitalis Mørk við heimasíðuna hjá B36.

- Eg ivist ikki í, at eg passi væl inn í B36, tí er hetta ein góður møguleiki hjá mær. Eg føli, at tíðspunktið er rætt fyri meg og fyri felagið, og tí er hetta 100% rætta fetið á mínari leið, sigur Bjarti, nú hann hevur skrivað undir.

B36 fegnast um at hava fingið Bjarta Vitalis Mørk yvir um aftur - røttu megin, sigur felagið.

- Tá mann hevur Mørk sum part av eftirnavninum, er B36 einasta rætta felagið at spæla í. Bjarti Vitalis Mørk er nú millum teirra, sum skulu kappast um málverjaplássið í B36

- Langabbin, Mortan, var við til at stovna B36, og hóast abbin, lítli-Mortan,  gjørdi mest um seg á hondbóltsvøllinum, telist hann altíð millum trúføstu hjálparfólk okkara, tá tøk skulu takast fyri felagið. Pápin, Finn, var partur av FM-hópinum í 1997, og tí var tað sjálvsagt, at Bjarti Vitalis Mørk kom til B36, tá hann sum smádrongur flutti aftur til Føroya.

- Hann støðaðist tó ikki so leingi hjá okkum ta ferðina, og í fleiri ár hevur hann verið í útlegd hjá grannunum, har hann eisini hevur fingið fleiri dystir á besta liðnum.  Nú verður tað tó røttu megin í Gundadali, at hann skal vísa síni evnir. Bjarti og B36 hava nevnliga skrivað undir tvey-ára sáttmála, sum knýtir partanar saman til og við 2025, skrivar B36.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2023

61 Leygardagur 09. desember 2023

Svenskur miðverji skal styrkja NSÍ

26-ára gamli Adi Terzic hevur spælt U-landsdystir. Síðstu árini hevur hann spælt í triðbestu svensku deildini, men Terdic hevur eisini spælt nógv í næstbestu deildini í heimlandinum

– Talan er um royndan miðverja. Hann er ein leiðaratýpa (..) Hann er atletiskur og spælir javnt á einum høgum stigi, sigur Jens Wedeborg, svenski venjarin hjá NSÍ um sín nýggja spælara (Mynd: nsi.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

NSÍ er flutt upp í Betrideildina aftur eftir eitt-ára steðg í næstbestu deildini. Nú brynjar felagið seg til tilveruna í fremstu røð aftur.

Fleiri spælarar hava longt, og fyri stuttum varð kunngjørt at amerikanski verjuleikarin James Drye skiftir úr B71. Nú er greitt, at ein útlendskur verjuspælari afturat kemur til felagið.

Týskvøldið boðaði NSÍ frá, at fyrrverandi svenski U19-landsliðsleikarin Adi Terzic júst hevur skrivað undir við NSÍ. Á Transfermarket er Terzic skrásettur fyri sjey U19-landsdystir fyri Svøríki. Hann hevur eisini rímiliga nógvar royndir úr serliga næstbestu svensku deildini.

- Adi Terzic er 26 ára gamal. Hann er svii, men hevur røtur úr Bosnia-Herzegovina, sum eftirnavnið ber boð um. Umframt royndirnar á svenskum ungdómslandsliði, hevur hann spælt ikki færri enn 75 dystir í næstbestu deildini í Svøríki.

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, kennir væl landsmannin.

– Talan er um royndan miðverja. Hann er ein leiðaratýpa, ið hevur verið liðskipari á fleiri liðum. Hann er atletiskur og spælir javnt á einum høgum stigi, sigur Jens Wedeborg.

Sjálvur er Adi Terzic sera spentur uppá eina nýggja uppgávu, har hann sleppur at royna seg í einum øðrum landi:

– Talan er um júst røttu løtuna hjá mær at royna eitt nýtt felag í einum nýggjum landi. Talan er um eitt áhugavert projekt, ið leiðslan í felagnum hevur lagt fram, og hetta ljóðar lokkandi. Eg fari at gera mítt allarbesta til at fáa felagið aftur í toppin av føroyskum fótbólti, har eg havi frætt, at tað hoyrir heima.

Miðverjin hevur síðst umboðað Lunds í triðbestu svensku deildini - kappingarárið varð nógv órógvað av skaðum. Annars hevur Adi Terzic spælt fyri Mjällby AIF, Syrianska FC og Dalkurd. Í 2024 skal hann royna seg í NSÍ.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. desember 2023

62 Leygardagur 09. desember 2023

Ársins stjørnuskot hjá EB/Streymi heldur fram

20-ára gamli Bergur Jákupsson Poulsen spældi 27 dystir í júst farna kappingarári. Nú hevur leirvíkingurin skrivað undir nýggjan sáttmála

Ágrýtni Bergur Poulsen jagstrar her Adrian Justinussen í dysti á Eiði. Bakkurin spældi samanlagt 27 dystir fyri EB/Streym í 2023 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann kom til EB/Streym síðsta vetur úr barndómsfelagnum, Víkingi, og gjørdist beinanvegin fastur maður á høgra bakki.

Bergur Poulsen spældi eisini nakrar dystir á høgra vongi, og skjóti, sterki og ágrýtni leirvíkingurin skoraði fýra mál, umframt at hann legði upp til fleiri mál.

Nú er greitt, at ársins stjørnuskot í felagnum heldur fram. Bergur Jákupsson Poulsen og EB/Streymur hava gjørt sáttmála fyri 2024.

- Bergur hevur havt eitt kanón kappingarár á høgra bakki. 4 mál og 6 upplegg í 27 dystum. Úttikin til U21 landsliðið, og valdur til ársins stjørnuskot í felagnum 2023 Vit eru sera glað um at Bergur heldur fram og gleða okkum til 2024, skrivar EB/Streymur.

EB/Streymur endaði á 6. plássi í Betrideildini við 25 stigum. Liðið var ikki langt frá at spæla seg í steypafinaluna.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2023

63 Leygardagur 09. desember 2023

EB/Streymur hevur longt við liðformannin

28 ára gamli miðverjin úr Streymnesi hevur spælt nærum 200 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum. Ungur og evnaríkur eiðismaður hevur eisini longt

- 28 ára gamli miðverjin úr Streymnesi fekk sínar fyrstu minuttir fyri betriliðið hjá EB/Streymi í 2015, og hevur síðani 2020 verið liðformaður. Higartil er tað blivi til 186 dystir og 16 mál hjá miðverjanum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrr í vikuni boðaði EB/Streymur frá, at felagið hevur longt við sín liðformann. Andras Ólason Olsen hevur leingi verið fastur maður í miðverjuni hjá barndómsfelagnum og nærkast 200 dystum.

- 28 ára gamli miðverjin úr Streymnesi fekk sínar fyrstu minuttir fyri betriliðið hjá EB/Streymi í 2015 og hevur síðani 2020 verið liðformaður. Higartil er tað blivi til 186 dystir og 16 mál hjá sterka miðverjanum.

Andras verður harvið eisini partur av hópinum hjá EB/Streymi í 2024. Tað ger Bergur Jákupsson Poulsen eisini. Mánadagin kunngjørdi felagið, at Ársins Stjørnuskot á liðnum heldur fram.

Umframt hetta er tað hesa vikuna kunngjørt, at Virgar Jónsson hevur skrivað undir nýggjan sáttmála. Blaðungi vinstribakkurin hevur veruliga fingið sítt gjøgnumbrot í 2023. 

- 17 ára gamli eiðismaðurin, hevur av álvara víst seg fram í ár. Í sínum 21 dystum fyri betrideildarliðið í ár hevur Virgar skotið tvey mál og gjørt tvey upplegg (...) Eisini hevur Virgar verði fastur maður á U19 landsliðnum í ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2023

64 Leygardagur 09. desember 2023

Tvey ár síðani hann seinast smakkaði sær á

- Havi ongantíð havt tað betur, sigur Jóannes Bjartalíð. Tað eru tvey ár síðani hann fór til avvenjingar

(Mynd: Jóannes Bjartalíð / Instagram)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á vetri í 2020 drakk fótbóltsspælarin Jóannes Bjartalíð hvønn dag. Tað hevur hann áður greitt frá í Kringvarpinum.

Men Fredrikstad-spælarin kann í dag fegnast um avgerðina at fara til avvenjingar. Tað ger hann á Instagram.

- Í dag eru tað heili tvey ár síðan eg fór til avvenjingar aftur. Tvey ár síðan eg seinast smakkaði mær á, skrivaði Jóannes Bjartalíð í vikuni.

[object Object]

Í fjør gjørdist greitt, at Jóannes Bjartalíð gavst at spæla í barndómsfelagnum KÍ, og fór uttanlands at spæla fótbólt. Valið fall á norska felagið Fredrikstad í næstbestu deildini, har venjari hansara í KÍ, eisini var farin til.

Jóannes Bjartalíð og Fredrikstad tryggjaðu sær í ár uppflyting í bestu deildina í Noreg, og klaksvíkingurin var eisini kosin ársins leikari í næstbestu deildini.

- Eg havi ongantíð havt tað betur enn tað sama. So absolutt ein av teimum fáu góðu avgerðinum man tekur, skrivar Jóannes Bjartalíð.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2023

65 Leygardagur 09. desember 2023

Væleydnað EM-kapping í Albania

Við tveimum sigrum í trimum møguligum, er Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, væl nøgd við EM-undankappingina, sum hevur verið í Albania

Fegnar U17 gentur aftaná ein sannførandi 3-0 sigur á Albania (Mynd: Malena Josephsen / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Samanumtikið var hetta ein góð undankapping. Genturnar vístu góðan hugburð og stríðsanda, tær høvdu dirvi og spældu væl, og tordu at bjóða av í pressaðum støðum.

Tað sigur Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, sum fyrr í mánaðinum tóku lut í EM-undankapping, sum var í Albania.

Umframt Føroyar og vertslandið, vóru Kasakstan og Wales eisini við í kappingini, ið endaði við, at Wales fekk 9 stig, Føroyar 6 stig, Albania 3, meðan Kasakstan endaði aftast við ongum stigi.

Í fyrsta dystinum í kappingini vunnu Føroyar 2-1 á Kasakstan. Føroysku málskjúttarnir vóru Silja Ragnarsdóttir Trier og Brá Zakariasardóttir. Síðani vunnu okkara gentur ein tryggan 3-0 sigur á Albania. Eydna Olsen Dalheim legði Føroyar á odda tíðliga í dystinum, og við tveimum málum í seinna hálvleiki slerdi Brá Zakariasardóttir føroyska sigurin rimmar fastan.

– Triðja dystin kunnu vit bara iðra okkum um. Men vit mugu eisini viðurkenna, at vit taptu stórt móti einum walisiskum liði, sum var munandi betri enn vit. Men talan var eisini um ein dyst, har lítið og einki riggaði hjá okkara gentum, sigur Eyðvør Jakobsen at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

66 Leygardagur 09. desember 2023

Føroyar vertir fyri EM-undankapping

Nú er greitt, hvørjum U17- og U19-landsliðini við gentum skulu spæla ímóti í EM-undankappingunum, sum verða í mars og apríl mánaða komandi ár

U17-landsliðið við gentum, sum fyri góðari viku síðani var til EM-undankapping í Albania (Mynd: Malena Josephsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrrapartin fríggjadagin var lutakast um, hvussu spælt verður í EM-undankappingunum fyri U17-landslið og U19-landslið við gentum, sum eru á skránni í heyst.

Føroyska U17-landsliðið kom í bólk B3, saman við Rumenia, Lettlandi og Georgia. Føroyar vera vertir fyri kappingini, sum verður spæld frá 17. til 23. mars.

Fyri U19-landsliðið við gentum háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk B6, saman við Turkalandi, ið eisini verður vertur fyri kappingini, og Armenia. Kappingin verður spæld frá 3. til 6. apríl.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023

67 Leygardagur 09. desember 2023

Hópurin líkist sær sjálvum

Tað mest eyðsýnda í EM-hópinum er, at Helgi Hildarson Hoydal ikki er á listanum. Strikuspælarin hevur verið skaðadarvaður seinastu tíðina men annars fastur maður leingi

Helgi Hildarson Hoydal í skotroynd í Eysturríki har Føroyar spældu seinasta undankappingardystin. Sum tað sær út nú, fer 27-ára gamli hoyvíkingurin ikki at spæla í Týsklandi í januar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrr í vikuni var søguliga 18-manshópurin hjá Føroyum til EM-endaspælið í januar kunngjørdir.

Niðanfyri eru teir átjan, sum týsmorgunin 9. januar seta kósina móti Berlin. Talan er so at siga bara um spælarar, sum hava verið meira ella minni fastir í A-landshópinum í minsta lagi lagi í tíðini undir Peder Bredsdorff-Larsen.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Jónas Gunnarsson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN) - Fyrst og fremst verjuspælari

Vengur:
Rói Berg Hansen, HØJ Elite (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikuspælarar:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Ísak Vedelsbøl, H71

[object Object]
Føroyski EM-hópurin, umframt Helgi Hildarson Hoydal (2) og Bjarni í Selvindi (4). Teir báðir Kristiansand-spælararnir eru helst teir uttanfyri 18-mans hópin, ið mest sannlíkt "brádliga" kunnu fáa EM-boð (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Av hesum 18 vera 16 leikarar á dómaraseðlanum til hvønn dyst. Møguleiki er at taka tjúgu spælarar við til endaspælið, men hetta verður ikki altíð gjørt.

35 mans vóru á bruttolistanum, sum varð kungjørdur herfyri. Hesir kunnu allir verða kallaðir inn í føroyska hópin undan endaspælinum, ella meðan tað er. Fleiri av hesum hava ikki spælt á A-landsliðnum áður og/ella hava nóg illa vera kring tað. 

Ein teirra hevur tó verið við leingi. Helgi Hildarson Hoydal var liðskipari og fastur maður á strikuni á søguliga U21-landsliðnum, sum spældi seg til HM-endaspælið í Algeria í 2017. Stutta tíð seinni var hoyvíkingurin á A-landsliðnum, og hevur hann verið úttikin hvørja ferð seinastu seks árini.

[object Object]
Helgi Hildarson Hoydal takkar føroysku áskoðarunum eftir lyklasigurin á Ukraina í høllini á Hálsi í apríl. Hann venur við aftur í Kristiansand nú (Mynd: Sverri Egholm)

Tí er tað heldur serstakt, at endaligi listin er uttan Helga. 19-ára gamli Ísak Vedelsbøl er fysiskt ein úrmælingur í føroyskum høpi, og hevur fingið eitt av teimum trimum strikuplássunum. Hann er tann einasti, ið dagliga spælir í føroysku kappingini. Pætur Mikkjalsson hevur verið støðugur í svenskum hondbólti, og hevur víst seg væl fram, tá hann hevur fingið møguleikan á landsliðnum. Eftir skiftið til strikuspælara og framgongdina í næstbestu donsku deildini vann Teis Horn Rasmussen seg skjótt fram sum fyrsta val á strikuni.

Harvið hevur landsliðsvenjaratoymi ikki funnið pláss til Helga Hoydal - í øllum førum ikki í fyrstu syftu. Hansara skaðastøða hevur heilt víst gjørt sítt. 27-ára gamli Kristiansand-spælarin fekk skaða í albogan í oktober og hevur ikki spælt síðani. Harvið fekk Helgi ikki víst seg fram í dystunum í Íslandi í síðsta mánaða. Teir vóru umráðandi partur av EM-fyrireikingini.

Av teimum sum spældu í Íslandi, er tað bert Bjarni í Selvindi, ið ikki er við í hesum hópinum eisini. 21-ára gamli skálamaðurin spældi sínar fyrstu A-landsliðsminuttir í Reykjavík, og er Bjarni helst ein maður til framtíðina. Um broytingar koma í bakketuna, so er liðfelagin hjá hjá Helga Hoydal í Kristiansand eitt gott boð.

Tað er helst eingin ivi um, at at Helgi er fyrsti avloysari, um skaði kemur til ein av hinum trimum strikuspælarunum áðrenn ella undir endaspælinum. Sum skilst venur hann við í Noreg nú og spælir mest sannlíkt aftur áðrenn jól. Hópurin er heldur ikki meira endaligur enn so - fleiri kunnu kallast inn, og skiftingar kunnu gerast - at tað framvegis ikki er heilt óhugsandi, ein av ímyndunum av A-landsliðnum seinastu árini verður at síggja á vøllinum til søguligar minuttir í Berlin í januar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. desember 2023

68 Leygardagur 09. desember 2023

Vestmenningar mistu á stokkinum

Italska SSV Brixen varpaði VÍF úr European Cup

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður ikki meira evropeiskur hondbóltur hjá vestmenningum í ár. Við einum 38-37 sunnudagin, og samlaðum tapi við 75-72 móti italska SSV Brixen er greitt, at VÍF er úti av European Cup.

Men tað var ikki fyrr enn allar síðst, at avgerðin fall. VÍF var eina løtu á odda við fýra málum, men italienarar góvu ikki upp, og komu inn í dystin aftur.

Síðstu minuttirnar koppaði tað til Brixen, sum fór avstað við einum 38-37 sigri.

Tað vóru serliga teir báðir Filip Jojic og Tróndur Johnson, sum stóðu fyri málskjótingini hjá vestmenningum, og skoraðu ávikavist 10 og 9 mál.

European Cup 3. umfar
2. desember: SSV Brixen - VÍF 37-35 (17-18)
3. des: VÍF - SSV Brixen 37-38 (19-17)
Samanlagt 72-75 til SSV Brixen

[object Object]
Filip Jojic gjørdist toppskjútti fyri VÍF (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
(Mynd: Jens Kr. Vang)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. desember 2023

69 Leygardagur 09. desember 2023

Hesi liðini hava spælt seg í hálvfinalurnar

Kyndil, Neistin og VÍF eru umboðaði hjá bæði monnum og kvinnum. Hoyvíkskvinnur og KÍF spældu seg eisini í steypahálvfinalur í gjárkvøldið

Nýggjur steypavinnari skal finnast hjá monnum: Hoyvíkingar taptu avgerandi dystin fyri Kyndli í høllini á Hálsi mikukvøldið. KÍF kom víðari úr sama bólki eftir sigur á Team Klaksvík og kann røkka steypafinaluni aftur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikukvøldið vórðu avgerandi dystirnir í Faxe Kondi steypakappingini hjá bæði kvinnum og monnum spældir.

Í einum bólki er tó ein dystur eftir at spæla.

Hjá monnunum komu VÍF og Neistin víðari úr bólki 1, har StÍF eisini var eitt av liðunum.

VÍF kom fyri seg eftir hørðu evropeisku dystirnar síðsta vikuskifti við at vinna greitt á StÍF. Havið vunnu vestmenningar sum væntað bólkin. Neistin tók hitt plássið - sigurin á Skála í fyrsta umfari var nóg mikið. 

Úr bólki tvey koma Kyndil og KÍF víðari.

Í hesum bólkinum var meira spenningur. Undan umfarinum mikudagin høvdu øll liðini tvey stig, og harvið var lagt upp til tvær "finalur".

KÍF vann trygt á Team Klaksvík í Kollafirði. Hitt liðið, sum var í finaluni í fjør, røkkur henni tó ikki í ár. H71 hevur sitið á steypakappingini seinastu árini við at vinna fýra ár á rað. Ungu hoyvíkingar taptu tó avgerandi dystin í 3. umfari móti Kyndli.

Teir í grønum eru styrknaðir til hetta kappingarárið og vóru teir omaná í tøttu uppgerðini mikudagin. Nú er lagt upp til spennandi hálvfinalur.

Hálvfinalurnar hjá monnum, ið verða leiktar tíðliga í februar síggja harvið soleiðis út: 

VÍF - KÍF
Kyndil - Neistin

Hjá kvinnunum koma H71 og VÍF víðari úr bólki 1 við ávikavist 6 og 4 stigum. Stjørnan fekk stig og EB einki.

Í bólki 2 eru Neistin og Kyndil komin víðari.

Neistin og Kyndil spældu javnleik í høllini á Hálsi mikukvøldið. Hetta merkir, at Kyndil hevur tryggjað sær víðari luttøku saman við Neistanum. 

Tað merkir eisini, at Kyndil kann yvirhála grannarnar. Ein útsettur dystur veðrur spældur í Vági sunnudagin. Vinnur útiliðið við tveimum har, vinnur Kyndil bólkin.

Hettta hevur týdning, í mun til hvør møtir hvørjum í hálvfinalunum í februar. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2023

70 Leygardagur 09. desember 2023

SÍ nærkast toppinum eftir 3-2 sigur á Fleyr

Oddaliðið Dráttur fekk harða mótstøðu frá KÍF

(Mynd: SÍ)
SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Tele-deildin, kvinnur: 

SÍ – Fleyr 3-2 (16-25, 25-17, 27-29, 25-15, 15-13)
Framúr undirhald var í Sørvági, tá SÍ mikukvøldið vann 3-2 á Fleyr, og brádliga eru sørvingar farnir at trúgva upp á finalupláss, tí nú er Fleyr á øðrumplássi bara trý stig frammanfyri.

Tó var ikki nógv sum bendi á spennandi dyst, tá Fleyr hevði vunnið fyrsta sett 25-16. Frá at hava verið aftanfyri 6-4, vann Fleyr seks stig á rað, og helt síðani tørn. 

Men alt broyttist í øðrum setti. SÍ legði seg tíðliga trygt á odda, og tá Fleyr nærkaðist eitt sindur við 11-16, vann SÍ sjey stig á rað, og so var tað settið komið undir land.

Settúrslitið 29-27 til Fleyr sigur beinanveg, at triðja sett var øgiligt. SÍ iðrar seg tó um, at sjeystigaleiðslan upp á 15-8 fór fyri skeytið, og at settið varð tapt. SÍ legði bragdliga fyri og fór frá 3-4 upp á 11-4 í einum háli, og av teimum átta servunum hjá Ingu Helenu Henriksen vóru ikki færri enn fýra ess. Fleyr fekk tó samband aftur, og minkaði um munin til 13-15, áðrenn SÍ svaraði aftur og legði seg á odda 18-13.

Men fimm bóltar seinni var javnt, 18-18. Fleyr hevði nú yvirtakið og legði seg á odda 24-20, men SÍ yvirlivdi teir fýra settbóltarnar og fekk sín egna við støðuna 25-24. Tann settbóltin yvirlivdi Fleyr og aftur tá SÍ hevði settbólt við støðuna 26-25. Síðan átti Fleyr tørn við settbóltum; tann fyrsti  við 27-26 varð ikki gagnnýttur, men loksins eydnaðist Fleyr at vinna settið 29-27, eftir at SÍ ikki rættiliga fekk bilbugt við servuni frá Brynju Jákupsdóttir.

Fjórða sett var SÍ frammanfyri settið á tamb, men settið var tó ikki avgørt, tá Fleyr minkaði um munin til 14-17. Men síðan gekk skjótt. Paula N. Joensen gjørdi tað til 18-14 til SÍ við diagonalum smassji, og so servaði nýggi brasilski hevarin Rhilari da Silva SÍ upp á 24-14, áðrenn settið varð vunnið 25-15.

Í javnbrótaranum gekk javnt á, og ongantíð vóru meira enn tvey stig á muni, og javnt var við 3-3, 5-5, 6-6, 8-8, 12-12, og 13-13. Tá átti Fleyr servuna, men ólukkutíð fyri Fleyr varð dømt fyri uppstillingarfeili, og so átti SÍ dystarbólt. Tanja Falkvard helt høvdið kalt, og avgreiddi servuna væl, og tá so bólturin kom yvirumaftur, hevaði da Silva elegant afturum seg til Sofíu Weihe Simomsen, sum smassjaði sigurin til SÍ.

Við sigrinum er SÍ nú bert trý stig eftir Fleyr á øðrumplássi, sum gevur finalupláss um føroyameistaraheitið. Hóast sigurin iðra sørvingar seg um mista triðja settið, sum tóktist at vera komið í pottin. So var SÍ kanska bara eitt stig eftir Fleyr. Sum skilst, er meira útlendskur styrkur á veg til SÍ, og bíðað verður bert eftir at loyvum. Er talan um munandi styrk, so verður SÍ ikki lætt hjá hinum at strúka, tað sum eftir er av kappingini.

KÍF – Dráttur 1-3 (18-25, 24-26, 25-23, 17-25) 

Einaráðandi oddliðið, Dráttur, fekk dygga mótstøðu í Kollafirði í gjárkvøldið, og tað var um hár gjørt, at KÍF ikki stóð eftir við einum stigi. Hetta var fyrstu ferð at Dráttur ikki vann 3-0 síðan fyrsta dyst teirra í kappingini, tá Dráttur vann 3-2 á Fleyr.

Leiðslan, sum KÍF vann sær tíðliga í fyrsta setti, helt til 10-9, tá Dráttur javnaði, og eftir 13-13 fór KÍF at dragna, og Dráttur vann 25-18.

Dráttur var aftur væl við í øðrum setti, men hesa ferð alt settið, sum tó koppaði til Drátt. Eftir at hava verið aftanfyri 15-20, kom KÍF afturíaftur og legði seg á odda 21-20 og 22-21. Men Dráttur fekk tó settbólt, og hóast KÍF yvirlivdi tveir, so gagnnýtti Dráttur sín triðja og vann 26-24.

Tapta settið heldur stimbraði enn køvdi KÍF í triðja setti, sum tað eydnaðist at vinna 25-23. Grundin var løgd tíðliga, tá KÍF fór frá 2-2 upp á  9-2 eftir servur frá Tordis Sigurbjørnsdóttir. Umframt servurnar vóru bæði verja og blokkur góð hesa løtuna. Dráttur togaði seg spakuliga innaftur í settið og minkaði um munin til 19-21, men KÍF helt høvdið kalt og hevði tunguna mitt í munninum og vann sær fýra settbóltar við støðuna 24-20. Tríggir teir fyrstu vórðu ikki gagnnýttir, men so vunnu Sesilia Johnsdóttir Prior og Tordis Sigurbjørnsdóttir í blokkinum á Terezu Kerpcarová hjá Drátti, og settið 25-23.  

Í fjórða sett hvarv spenningurin í dystinum tó skjótt aftur, tá Dráttur hevði lagt seg á odda 10-3. Munurin minkaði nakað, niður í 15-12, men so dró Dráttur frá aftur og vann settið sannførandi 25-17.

Hóskvøldið spældu Ternan og Mjølnir. Mjølnir vann dystin 3-1.

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:
Dráttur 20 stig
Fleyr 14 stig
SÍ 11 stig
TB 9 stig
Mjølnir 6 stig
KÍF 6 stig
Ternan 0 stig

Mjølnir og TB hava spælt fimm dystir, Ternan seks meðan hini hava spælt sjey dystir.

Komandi dystir:
Sunnudagin kl. 13: Mjølnir - KÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík
Sunnudagin kl. 15: SÍ - TB í Sørvági
Sunnudagin kl. 17: Ternan - Dráttur í skúlanum á Toftum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2023

71 Leygardagur 09. desember 2023

Hallur Holm heimsmeistari í ultrarenning

Rann yvir 233 kilometrar upp á eitt samdøgur

Hallur Holm hevði Merkið við sær upp á sigurspallin
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyski rennarin Hallur Holm luttók farna vikuskiftið í heimsmeistarakappingini í 24 tíma renning, sum fór fram í Taivan.

Hallur umboðaði danska landsliðið til kappingina, tí frælsir ítróttir í Føroyum ikki hava altjóða viðurkenning, og tí er ikki møguligt at luttaka í altjóða kappingum undir Merkinum.

Hallur megnaði at leggja yvir 233 kilometrar aftur um seg upp á 24 tímar.

Úrslitið var nóg mikið til at verða kosin heimsmeistari í aldursbólkinum fyri menn yvir 55 ár.

Men Hallur var eisini maður fyri at beinan vegin at vísa á, at hann í veruleikanum ikki var tann, ið rann longst. Tí har var ein spaniumaður, sum var skjótari, og sum hevði aldur til at kappast í hesum bólkinum, sum eisini verður kallaður ‘masters’. Men spaniumaðurin hevði ikki meldað seg til júst world masters kappingina, og tí varð Hallur Holm kosin heimsmeistari.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. desember 2023

72 Leygardagur 09. desember 2023

Tvey gullheiðursmerki í boksing

Bæði Andreas Dam Poulsen og Teitur Annand vunnu í Vordingborg farna vikuskiftið

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tórshavn Boksing kom setti veruliga sítt merki í boksikortið, tá báðir føroysku boksararnir, sum luttóku á stevnuni “Night of the vikings” í Vordingborg farna leygarkvøld vunnu gull.

Andreas Dam Poulsen, ið boksar í vektflokkinum 91+ kilo vann móti einum týskum boksara, meðan Teitur Annand vann greitt við dómaraatkvøðunum 5/0 móti einum royndum boksara úr Haslev, sum boksaði sín dyst nummar 25. Hetta var bert 11. dysturin hjá Teiti.

[object Object]Andreas Dam Poulsen

[object Object]
Teitur Annand


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. desember 2023

73 Leygardagur 09. desember 2023

Ítróttarfagnaðurin fluttur vegna sparingar í Kringvarpinum

Stóra heiðursiltakið verður í Løkshøll og er útsett tríggjar vikur: Til leygardagin 10. februar. Tað verður víst á Rás 1 hjá Televarpinum

Solby Christansdóttir og Jógvan Skeel Nolsøe frá Kringvarpinum sum vertir til ÍtróttaFAGNAÐIN fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Sum flest øll vita, hava sparingarnar hjá KVF ført við sær, at KVF hevur valt ikki at framleiða og senda ÍtróttaFAGNAÐIN 2023. Hesum boðaði Ítróttasamband Føroya frá í stuttari fráboðan fyrr í vikuni.

Orsakað av fíggjarligu støðuni hjá Kringvarp Føroya er neyðugt at millum annað gera sparningar í ítróttapartinum hjá stovninum. Hetta gongur eisini útyvir ÍtróttaFAGNAÐIN.

Seinastu árini hevur KVF framleitt stóra tiltakið hjá ÍSF, ið heiðrar ítróttarbrøgdum hjá føroyingum. Nú er greitt, at tað ístaðin verður Televarpið, sum fer at senda frá tiltakinum. ÍSF fer at standa fyri framleiðsluni.

Hetta hevur við sær, at ÍtróttaFAGNAÐURIN 2023 verður fluttur úr Norðurlandahúsinum til Løkshøll í Runavík.

Dagfestingin er eisini flutt tvær vikur, skrivar ÍSF: Frá leygardegnum 20. januar til leygardagin 10. februar 2024.

Freistin at senda uppskot inn til allar heiðurslønirnar er 15. desembur 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. desember 2023

74 Leygardagur 09. desember 2023

Frits Johannesen farin

Mæti íbirtarin og fjøllistamaðurin í Fuglafirði gjørdist 79 ár

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fríggjamorgunin 8. desember frættist, at mæti listamaðurin Frits Johannesen í Fuglafirði, andaðist eftir at vera raktur av herviligari krabbasjúku.

Við Frits hevur Fuglafjørður mist ein at sínum mætu synum. Ein mentamaður, ið sanniliga hevur sett spor eftir seg og hevur sett við.

Frits Johannesen gjørdist 79 ára gamal, sonur skiparan Theodor Johannesen, ættaður úr Toftum í Fuglafirði og Jóhannu Andreu Anthoniussen, kallað Hanna, úr Ansastovu í Oyndarfirði.

Frits tók læraraprógv í 1967, og lívsverk hansara var at vera virdur og vældámdur lærari í heimbygdini, Fuglafirði. Her setti hann sín dám á skúlalívið, serliga tá tað kemur til tað musiska.

Sangari var hann góður. Trúfastur forsangari var hann í kirkjuni, har hann av loftinum við síni reinu og treystu rødd einsamallur megnaði at fylla alt rúmi. Og í skúlanum dugdi hann so sera væl at deila sín eldhuga fyri sangi við børnunum. Hann virkaði bæði sum spælari í Fuglafjarðar hornorkestri, og ikki minst sum leiðari í bæði Fuglafjarðar Sangkóri, og ikki minst Fuglafjarðar Gentukóri, sum hugtók áhoyrarar kring alt landið og uttanlands við sínum vakra sangi.

Frits hevði ríkar gávur innan list av ymsum slag. Tað lá væl fyri at yrkja, bæði til gamans og álvara, og sjálvur setti hann eisini løg til fleiri av egnu yrkingunum, sum kór hansara sungu.

Men tað er málningalistin, sum hann nokk verður mest mintur fyri. Við sínum litføgru og hugfarsligu myndum hevur hann bergtikið eina alsamt vaksandi fjøld av fólkum.

Tá Frits hin 22. mai fylti 75 ár gav forlagið Sprotin út umfatandi bók við myndlistini hjá Frits har Frits sjávur eisini fekk høvi at hugleiða um sítt lív og sína list í stuttum tekstbrotum.

Frits var giftur Aleksandru, og saman fingu tey synirnar Theodor Erling og Jóhan.

[object Object]

Í 2017 fekk Frits Johannesen Heiðursgávu Landssins. Vit lýsa hervið frið yvir minnið um Frits Johannesen við at taka afturí grundgevingina fyri at geva honum heiðursgávuna.

---

Av og á síggja vit, at eitt stað verður serliga gávað, tí ein ella fleiri av teimum, sum har búgva, eru ómetaliga væl fyri listaliga. Hetta ávirkar lættliga ung sum eldri og setir síni spor í alt umhvørvið, ja, sæst aftur gjøgnum fleiri ættarlið.

Frits Johannesen er ein teirra. Sum barn av sínum heimstaði Fuglafirði, hevur hann búð har alt sítt lív, og har hevur hann virkað sum lærari frá 1967 til 2008. Serliga í lærugreinunum sangi, tónleiki og myndlist, tvinnaði Frits skjótt tað pedagogiska við tað kreativa. Støðið varð lagt, og børnini gleddu seg at fara í skúla.

Frits Johannesen er tann ótroyttiligi granskarin, har hansara kynstur er at kanna allar møguleikar, sum liggja í tí at skapa og bera fram í skrift og talu. Myndlist, sjónleikur, skaldskapur, sangur og tónleikur eru alt treingir, sum Frits Johannesen leikar so yndisliga og fagurt á. Hann er ríkt gávaður, og tað heldur hann ikki fyri seg sjálvan, men ber tað ósjálvsøkið og gleðiliga víðari. Víðari til skúlabørnini. Víðari til ungdómin, bygdarfólkini og nærumhvørvið við framførslum, framsýningum og listaligum prýði. Og soleiðis eisini víðari til alt Føroya fólk.

Frits lærdi næmingarnar at syngja og spæla ymisk ljóðføri, tekna og mála, yrkja og skriva. Umframt hetta hevur hann sjálvur skrivað seks sangleikir, sum hava verið framførdir í Fuglafjarðar skúla.

Sum kórleiðari var Frits primus motor hjá Fuglafjarðar gentukóri, ið byrjaði at syngja í 1980. Tá ið hann legði dirigentstavin frá sær í 2001, var talan um eitt serliga gott kór, sum hevði gjørt tilsamans 12 konsertferðir í Norðurlondum og Týsklandi. Kórið hevur ein serligan lokalan stíl við uppruna í føroyskum løgum. Hóast mong ár eru  gingin, liva upptøkurnar enn sum ein delikatessa úr Fuglafirði við sínum runda og milda klangi.

Fjøllistamaðurin og eldsálin Frits Johannesen hevur altíð verið til reiðar at lyfta, stuðla, eggja og skapa. Hetta hevur verið og er mergurin í øllum lista- og mentanarlívi bæði í nærumhvørvinum og í landinum sum heild.

Fyri hetta avrikið fær Frits Johannesen Heiðursgávu Landsins 2017.

---

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. desember 2023