Leygardagur 02. desember 2023 | Nr. 48 | Árgangur 4 | Kr. 0,00
SíÐa 4
SíÐa 9
SíÐa 6
SíÐa 53
SíÐa 55
SíÐa 45
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Enn einaferð hendi eitt álvarsligt ferðsluóhapp á landsvegnum við Norðskála/Oyrarbakka. Vónandi hava teir ábyrgdarpersónar, sum enn onki hava gjørt við hesa størstu deyðsfellu á vegakervinum ringa samvitsku í hesum døgum.
Eftir at eitt líknandi hendi fyrii áleið 21 mánaðum síðani, skrivaðu vit eina oddagrein á hesum stað undir yvirskriftini “Rundkoyring nú!”. Í dag kunnu vit staðfesta at onki – als onki er gjørt við at bøta um ferðsluviðurskiftini á hesum stað enn. Tað er forkastiligt.
Vit velja tí at uppafturprenta tað, vit skrivaðu í Blaðnum Vikiskifti hin 19. februar 2022:
Nú má vera nóg mikið. Nú má onkur ábyrgdarpersónur ella myndugleikin seta fótin fyri hurðina og krevja, at tað verður gjørd ein rundkoyring ella annar formur fyri ferðslutrygdarligum átaki á høvuðsvegnum oman til brúnna við Norðskála.
Tað er so langt burtur frá nakrari nullhugsjón at góðtaka, at vegurin liggur, sum hann ger og hevur gjørt í nógv Harrans ár.
Ikki bara bilførarar, men fólkini í økinum hava betri uppiborið, enn at skula seta lívið í vanda hvørja ferð farast skal eftir ella um hetta vegastrekkið. Her er ongin ferðslutrygdargrannskoðan gjørd av tekningunum, áðrenn vegurin varð lagdur. Tað er eyðsæð.
Tað er bert eitt gott at siga um ferðsluloysnina í hesum øki. Og tað er, at veiku ‘trafikantarnir’ – gongufólk og súkklandi – hava møguleika at fara gjøgnum smogu undir høvuðsvegnum fyri at sleppa av Norðskála yvir á Oyrarbakka ella øvugt.
Vit føla trongd at seta óunniliga spurningin: “hvussu nógv skulu doyggja afturat her áðrenn nakar tekur ábyrgd?”
Nú ein dagin var aftur ein tilburður, har orsøkin sambært løgregluni var, at onkur ikki hevði hildið víkiskylduna. Trupulleikin við júst hesum vegamótinum er – í mun til rættiliga nógv onnur – at eitt slíkt brot á ferðslulógina kann fáa fatalar, deyðiligar, fylgjur. Tí bilarnir – serliga teir, ið koma omaneftir – hava allir nógva ferð. Soleiðis er tað bara.
Tað tykist ikki, sum nakað ferðsluforðandi ella trygdarskapandi tiltak er gjørt á hesum vegamóti. Annað enn at banna yvirháling á einum longri strekki undan og eftir brúnna. Og so hevur einaferð verið teknað á vegin, so at bilar, ið skulu snara til vinstru hava egna breyt mitt á vegnum.
Ikki so frægt sum ein ávaringartrýhyrning við vegjaðaran, um at tað eru hættislig vegamót fyri framman duga vit at fáa eyga á. Og har eru ikki færri enn trý vandamikil vegamót, bara eysturoyarmegin.
At ein bensinstøð á staðnum, ið eisini virkar sum knútapunkt hjá Bygdaleiðum, sleppur at hava til- og frákoyring beint út á høvuðsvegin er óskiljandi. Um hetta varð forðað, so slapp mann, um ikki annað, undan einari av trimum deyðsfellum á hesum strekki.
Og sjálvandi skal ein rundkoyring gerast her. Tað er ikki bara tann langfarandi gjøgnumkoyrandi ferðslan, sum skal um hetta vegamótið. Tað er eisini lokala ferðslan. Foreldrini á Norðskála, sum skulu koyra børnini í skúla, og øll tey á Oyri, Oyrarbakka, Hvalvík, Streymnesi, Haldórsvík og aðrastaðir við, sum skulu til handils við Norðskála – helst fleiri ferðir um vikuna.
Hesi hava ikki uppiborið at fara slík gerandisørindi við lívinum sum innsatsi. Sjálvandi skulu landsvega- og lokalir myndugleikir tryggja, at sum mest verður gjørt fyri at gera hetta vegamótið so trygt sum møguligt.
Ferðsluteinar, sum eru lívshættisligir eiga altíð – altíð – at fáa hægstu raðfesting. Ongin íløga í veganetið hevur størri týdning, enn tann, sum er við til at bjarga mannalív!
Ávarar um kikhostafarsóttina, ið heldur fram við høgum smittutali. Kann vera sera álvarsamt, serliga fyri smá børn
Landslæknin hevur heitt á heilsufrøðistovnin Gigni um at avlýsa allar mammubólkar í eina tíð framyvir. Eisini heitir hann á foreldur við smáum børnum um at verja børn síni við ikki at taka tey við til størri samkomur.
Hetta fyri at verja tey móti ígerðarsjúkini kikhosta, sum herjar í løtuni.
- Kikhosti kann verða ein álvarsom og lívshættislig sjúka hjá teimum heilt smáu børnunum, serliga áðrenn tey sjálvi eru nóg gomul at verða koppsett ímóti kikhosta, sigur landslæknin millum annað í fráboðan, sum er send út í dag.
Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Fráboðanin er soljóðandi:
Eins og í Danmark hava vit í Føroyum havt nógvar tilburðir av kikhosta síðan juli mánaða. Í tíðarskeiðnum 15. - 28. novembur eru 50 persónar kannaðir fyri kikhosta, og vóru 9 av hesum positivir. Bert í síðstu viku vóru tað 7 positiv og av hesum vóru 2 børn undir 1 ár.
Hvat er kikhosti?
Kikhosti er ein ígerðarsjúka í andaleiðini, sum kemur av eini bakteriu (Bordella pertussis). Ígerðin kann koma allar tíðir á árinum, men við heldur fleiri tilburðum í aðru hálvu. Farsóttir síggjast serliga við 3-5 ára millumbili.
Eftir at ein er vorðin smittaður, eru fyrstu sjúkutekini sum við krímsjúku, síðani verða sjúkutekini hosti, tá kann ein fáa ógvuslig og drúgv herðindi av hosta við møguligari spýggju. Tað kann verða trupult at fáa luft undir hostaherðindunum, og andadrátturin (at anda inn) í sambandi við eitt hostaherðindi kann hava eitt ýlandi ljóð (kikka eftir ondini).
Tíðarskeiðið við hostaherðindunum kann vara í fleiri mánaðir, men ein smittar bert tær 3-4 fyrstu vikurnar av sjúkuni. Hjá teimum flestu børnunum kann hostaherðindi ávirka andadráttin, so neyðugt kann verða við innlegging á sjúkrahúsi.
Pinkubørn fáa ikki altíð sjúkutekin við hosta, men høvuðssjúkutekinini kunnu verða, at tey viðhvørt missa ondina og blíva blá í húðini.
Kikhosti kann verða ein álvarsom og lívshættislig sjúka hjá teimum heilt smáu børnunum, serliga áðrenn tey sjálvi eru nóg gomul at verða koppsett ímóti kikhosta. Øll børn fáa bjóðað koppseting í barnakoppsetingarskránni, tá tey eru 3, 5 og 12 mánaðir og aftur við 5 ára aldur. Kikhostakoppseting av barnakonum verjir pinkubarnið ímóti kikhosta teir fyrstu mánaðirnar í lívinum hjá barninum, og tíbetur hava nógvar barnakonur tikið ímóti tilboðnum um ókeypis koppseting í 2. ella 3. trimestri.
Hvussu smittar kikhosti og hvussu verður smittan fyribyrgd?
Kikhosti smittar sum flestu aðrar sjúkur í andaleiðini við dropaspjaðing.
Vaksin kunnu verða smittað og hava mild sjúkueyðkenni. Vaksin kunnu smitta børn við sjúkuni. Tað verður viðmælt at verja børn undir 2 ár fyri smittu, og tí hevur Landslæknin viðmælt GIGNI at avlýsa mammubólkar í eina tíð framyvir.
Samstundis kunnu foreldrini eisini verja børnini við ikki at fara í stórar samkomur. Serliga smábørn, sum ikki hava fingið aðru koppseting í 5 mánaða aldrinum eru sárbar fyri álvarsamari sjúku.
Tórshavn, 29. november 2023
Landslæknin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2023
Koronupassið skal eisini fevna um aðrar umfarssjúkur. Landssjúkrahúsið ætlar at brúka eina millión árliga til rakstur og menning av passinum
Korona verður ikki longur mett sum ein farsótt, men Heilsumálaráðið hevur biðið um eina millión krónur at til koronupassið í 2024.
- Tað kann tykjast, sum hetta eru óneyðugar útreiðslur, nú korona ikki verður mett sum ein farsótt longur, men so er ikki. Játtanin verður framhaldandi brúkt til at viðlíkahalda passið, so tað fylgir altjóða standardum. Tað er WHO sum umsitur koronupassini, sum eisini fara at fevna um aðrar umfarsssjúkur, greiðir Heilsumálaráðið frá í skrivi til fíggjarnevndina.
Raksturin av koronupassinum fyri 2022 var um 1,2 milliónir krónur. Føstu útreiðslurnar eru til starsfólk, hýsing av skipanin og viðlíkhald av sertifikatum. Harafturat kunnu koma útreiðslur til menning. Higartil í ár hevur Landssjúkrahúsið goldið 700.000 krónur, og væntandi verður tilsamans ein millión brúkt uppá koronupassið í ár.
Sannlíkt er eisini, at gula koppsetingarskjalið í framtíðini kann talgildast samans við koronupassinum í WHO. Hetta er ein loysn, sum føroyska heilsuverkið eigur at vera partur av, sigur Heilsumálaráðið.
Ætlanin er at brúka eina millión árliga uppá koronupassið frameftir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2023
Felagið Føroysk Ross hevur fingið 1,5 milliónir krónur frá einum dulnevndum grunni, sum m.a. skal brúkast til verkætlanina
Felagið Føroysk Ross hevur fingið ein fíggjarligan styrk, sum ger tað gjørligt at ala tíggju fyl komandi ár, upplýsir felagið í tíðindaskrivi.
Tað er ein dulnevndur grunnur, sum hevur latið 1,5 milliónir krónur til verkætlanina, sum sambært Felagnum Føroysk Ross, "helst er størsta og týdningarmesta tak at bjarga føroyska rossinum".
Upphæddin fer eisini til ein heimildarfilm, sum lýsir tilgongdina og álvarsligu støðuna hjá stovninum.
– Felagið Føroysk Ross hevur í fleiri ár stríðst fyri at bjarga føroyska rossinum og fyri at vekja politiska áhugan fyri framtíðini hjá tí. Stovnurin er so mikið lítil, at hann verður mettur at vera álvarsliga hóttur og í vanda fyri at doyggja út, um einki munagott verður gjørt. Men hóast fundir og áheitanir, hevur tað higartil ikki eydnast at fáa politisk úrslit, sigur felagið.
– Hvørki neyðug fígging til arbeiðið hjá felagnum ella neyðug lóggáva eru at hóma, hóast bæði mugu til fyri at varðveita serføroyska rossaslagið. Tað skortar ikki við vøkrum orðum ella verbalari virðing fyri arbeiðinum, men føgur orð flyta einki. Tí hevur felagið seinastu árini arbeitt við at vísa á serliga rossaslagið og støðuna, tað er í, eisini uttanlanda. Og fyri fyrstu ferð í fleiri ár sær framtíðin betri út.
Ætlanin er at flyta tíggju íslendskar ryssur til Føroya úr Danmark, sum skulu vera til reiðar at taka ímóti gitnum eggum. Hetta er ein samansett uppgáva, tí meðan íslendsku ryssurnar eru í Føroyum, skulu føroyskir greðingar vera hjá tíggju føroyskum ryssum. Síðani verða gitnu eggini flutt yvir í innfluttu ryssurnar, sum á hendan hátt verða burðarryssur. Burðarryssurnar verða, tá eggið hevur fest seg, fluttar aftur til Danmarkar at fola.
Fyrimunurin við hesi loysnini er, sambært felagnum, at føroysk fyl, sum eru folað í Danmark, kunnu fáa pass og harvið flytast millum lond til áhugaðir keyparar.
– Felagið Føroysk Ross arbeiðir støðugt við at ala ross í Føroyum, samtíðis sum at ansað verður eftir innannøring, men tað gongur seint, og marknaður er ikki fyri rossunum í Føroyum. Í fjør komu bara trý fyl undan stovninum, sum er 89 ross.
– Áhugin fyri føroyska rossinum er tó vaksandi uttanlands. Men vegna vantandi lóggávu her heima sleppa føroysk ross ikki av landinum – hóast hetta kundi verið við til at bjarga stovninum – og tá er hendan nýggja verkætlanin áhugaverd, tí hon kann tryggja stovninum eina framtíð við óblandaðum føroyskum alirossum uttanfyri Føroyar.
– Føroyska rossið hevur gjøgnum øldir lagað seg til føroyska veðurlagið og lendið, sum tað ikki fer líka illa við, sum onnur ross. Tað er lítið, lætt og harðført, og harumframt sterkt og fótafimt. Tað tolir føroyska veturin betur enn onnur ross, etur ikki eins nógv, og so er tað óføra sterkt fyri sína stødd. Tí er tað harmiligt, at vit ikki sjálvi standa saman um okkara egna ross, eisini fíggjarliga og í lóggávu. Tess meiri gleðiligt er tað tá, at grunnar og útlendingar vilja vera við til at flyta føroyska rossið av eggini við hesari verkætlanini. Kanska útlendski áhugin kann kveikja áhugan og styrkja virðingina fyri rossinum her heima, skrivar Felagið Føroysk Ross.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2023
Espen Barth Eide, uttanríkisráðharri, viðgongur at bunkring av russiskum skipum fer fram, men ikki í hvussu stóran mun
Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, er ikki serliga greiður í svari sínum til Sjúrð Skaale, sum umvegis Norðurlandaráðið herfyri setti Noreg ein spurning um norska bunkring av russiskum skipum í altjóða sjógvi norðan fyri Føroyar eftir at okkara havnastongsul varð settur í verk í summar.
Í svarinum – ið kann lesast her – ger norski uttanríkisráðharrin greitt hvat er galdandi í norskum havnum, eitt nú at russisk skip einans hava atgongd til tríggjar havnir í Norðurnoregi, Tromsø, Båtsfjord og Kirkenes, og at bannið ikki er galdandi fyri Svalbarð.
Tá tað kemur til, hvat norsk skip og feløg kunnu tá tað snýr seg um veitingar til russisk skip á opnum havi, so er hetta ikki loyvt sambært teimum revsitiltøkum, ið Noreg hevur sett í verk orsaka av russisku innrásini í Ukraina.
Men tá komið verður inn á tær bunkringar, ið hava verið í økinum, so er ráðharrin ógvuliga varin í sínum svari:
“Tað eru komnar afturmeldingar inn til norskar myndugleikar um at norsk skip bunkra russisk skip til havs. Norskir myndugleika fylgja støðuni fyri at tryggja samskipaða hondhevjan av útflutningsbanninum tvørtur um okkara eftirlitsskipanir”.
Meira verður ikki sagt, hóast Sjúrður Skaale millum annað spurdi um hvussu umfatandi handilin er og í hvørjum nøgdum.
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2023
Ferðsluóhappið við Streymin hósdagin hendi við frákoyringina á Norðskála
Tað var víkiskylda sum ikki bleiv hildin, sum varð orsøkin til ferðsluóhappið við Streymin um middagsleitið hósdagin.
Hetta upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini fríggjamorgunin.
Fráboðanin kom klokkan 11:07, og tað vóru tveir bilar sum rendu saman. Trý fólk vórðu í bilunum, og øll trý vóru flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar. Løgreglan visti fríggjamorgunin ikki at siga nakað um støðuna hjá fólkunum.
Bilarnir vóru so mikið illa farnir, at teir máttu flytast av staðnum.
Hetta er ikki fyrsta ferðsluóhapp á vegastrekkinum við brúnna um Streymin. Sunda kommuna hevur áður heitt á Landsverk um at gera ábøtur, men enn er einki hent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2023
Flogið verður seks ferðir 3. september til 9. oktober
Í heyst skrivaði Atlantic Airways føroyska flogsøgu, tá farið varð undir fyrstu beinleiðis rutuna tvørturum Atlantshavið til New York. Komandi heyst fer aftur at bera til hjá føroyingum at ferðast beinleiðis til “the city that never sleeps”, New York.
Talan verður um seks flogferðir aftur og fram frá 3. september til 9. oktober 2024. Eins og í ár eru ferðirnar til New York týsdag, og heimferðin er mikudag, og tað er framvegis Stewart International Airport, sum flogið verður til.
(Mynd: Sverri Egholm)
- Vit hava fingið góðar afturmeldingar viðvíkjandi Stewart flogvøllinum frá teimum, ið ferðaðust á rutuni í ár. Stewart flogvøllurin er ikki so stórur, so tað er lætt at finna runt. Eisini er tað skjótt at sleppa gjøgnum passeftirlitið, sum annars ofta kann taka langa tíð á teimum stóru flogvallunum. Sambandið inn til býin er sera gott, tí snarbussar koyra beinleiðis til/úr Times Square í sambandi við komurnar og fráferðirnar hjá Atlantic Airways, og busstúrurin tekur bert hálvanannan tíma, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
Flogtíðin er umleið sjey tímar.
Flogferðaseðlarnir verða settir til sølu komandi hósdag 7. desember 2023.
Les eisini: Tveir dagar í The Big Apple
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2023
37-ára hvalbingurin, Hanus Toftheyggj, hevur seinastu árini starvast innan almenna fyrisiting. Hann byrjar í starvinum 1. januar
Nú er greitt, hvør verður nýggjur stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Heilsumálaráðið kunngjørdi í vikuni, at Margit Stórá, hevur gjørt av at seta Hanus Toftheyggj í umfatandi starvið.
Um nýggja stjóran skrivar hmr.fo, at hann er 37 ára gamal, er útbúgvin administratiónsbachelor í almennari fyrisiting frá VIA University College í Århus í 2013 umframt Master í løgfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya í 2017.
- Hanus hevur drúgvar royndir innan almenna fyristing, har hann í sjey ár starvaðist sum fulltrúi í Almannaverkinum. Hanus hevur síðani september 2022 verið leiðari fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.
Hanus Toftheyggj tekur við starvinum 1. januar 2024.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2023
Høgni Hoydal hevur hitt høgtstandandi ráðharrar í bretsku stjórnini á vitjan í London
Fyri fyrstu ferð er hildin fundur millum eitt føroyskt landsstýrisfólk og bretska ráðharran við verjumálum.
Tað hendi á fundi í London í vikuni, tá Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum hitti bretska verjumálaráðharran, Timothy Minto, ið er aðalborin og hvørs fulla navn er Timothy Elliot-Murray-Kynynmound, 7th Earl of Minto.
Uttanríkis- og verjumálaráðið skrivar, at ráðharrarnir vóru á einum máli um, at tað er natúrligt at menna samstarvið á verjuøkinum millum Føroyar og Bretland sum sameindar grannir, og at grundarlag fyri einum munagóðum samstarvið millum Føroyar og Bretland á verjupolitiska økinum.
Til dømis hava flogfør og skip hjá bretsku verjuni seinnu árini alsamt oftari vitjað í Føroyum, umframt at samstarvsmøguleikar eru um lofteftirlit og um nettrygd.
Leo Doherty og Høgni Hoydal
Tættari bond við Bretland
Høgni Hoydal hevur eisini hitt Leo Docherty, bretska evropamálaráðharran, á vitjan síni í London. Tað hendi mikudagin, har teir samdust um, Føroyar og Bretland skulu knýta tættari bond.
Ráðharrarnir umrøddu ítøkiligar avbjóðingar í fríhandilssáttmálanum millum londini. Harumframt umrøddu teir yvirskipað, hvussu samstarvið kann mennast á øðrum økjum, eitt nú innan grøna orkuskiftið, talgilding, ferðasambond, útbúgving og gransking, og tá ið ræður um trygd og verju.
- Í einum heimi í broyting hevur tað stóran týdning at styrkja samstarvið við sameind grannalond. Tí hevur Bretland høga raðfesting í landsstýrinum, og eg eri fegin um jaliga bretska áhugan fyri at menna samstarvið við Føroyar. Vit mugu áhaldandi menna makaleysu søguligu og vinnuligu sambondini millum Føroyar og Bretland, sigur Høgni Hoydal landsstýrismaður, sambært heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2023
Dugni gevur á hvørjum ári út Kærleikskúluna. Í ár hevur Súsan í Jákupsstovu sniðgivið
Mikudagin varð skipað fyri hátíðarløtu á Listasavnið Føroya, í sambandi við at Kærleikskúlan 2023 var avdúkað.
Á hvørjum ári gevur Dugni út Kærleikskúluna, ið er sniðgivin av einum av okkara mætu listafólkum. Í hesum sambandi verður á hvørjum ári fyrsta Kærleikskúlan handað einari virðiligari fyrimynd innan vælgerandi endamál.
(Mynd: Dugni)
Kærleikskúlan í ár er sniðgivin av Súsan í Jákupsstovu, og Skelerosefelagið fekk heiðurin at fáa fyrstu kærleikskúluna, sum Hallur Thomsen, formaður í felagnum tók ímóti.
Hetta er fimtanda árið á rað, at Dugni gevur út Kærleikskúluna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2023
Enn ein gevandi løta í høvuðsstaðnum, tá skipað varð fyri væleydnaðum tiltaki við livandi tilfeingi og dygdarhandverki í Perluni og Reinsarínum seinasta vikuskiftið. Ein kann við vissu sanna orðini, at útoyggjar gera høvuðsstaðin ríkari um somu tíð sum høvuðsstaðurin savnar útoyggjar. Hvør av øðrum liva má.
Síðani umhvørvið og umstøðurnar í eini av gomlu gøtunum í Havnini, Tórsgøtu eru betraðar og bøttar um, hevur verið skipað fyri alskyns tiltøkum bæði innan- og uttandura.
Eitt av hesum afturvendandi og fjølbroyttu tiltøkunum í hesum aldargamla býarpartinum hevur nú í fleiri ár verið framsýning og søla av livandi tilfeingi og handverki úr øllum Føroyum. Tiltakið varð í Perluni og Reinsarínum seinasta vikuskiftið og var sera væl vitjað.
Talan var um serføroyskt tiltak við framsýning og sølu av ymsum forkunnugum føroyskum mati og staðbundnum dygdarhandverki úr útoyggjum og bygdum nær og fjar kring landið. Tey vitjandi kundu uppliva livandi verkstøð, har tilfar, rávøra og amboð vórðu víst í verki, og eisini var høvið at keypa staðbundnu vørurnar. Nógvar oyggjar og bygdir vórðu umboðaðar eitt nú Svínoy, Kalsoy, Kunoy, Sandoy, Skúvoy, Saksun, Gásadalur fyri bert at nevna nøkur av plássunum.
Tey, ið luttóku í ár, vóru:
Alma á Lava
Brikolasj
Daysi Lagos Joanesarson
Dúvugarðar í Saksun
Elin K. Jacobsen
Erla Matras Jensen
Herborg Torkilsdóttir
Hoyskorsgarður í Svínoy
Joel Coel
Kongsstovan í Haraldssundi
Mary Tindskarð
Maudsa køkshavi
Miðstovugarðurin á Sandi
Minna
Poulina Eliasen
Signabøgarður
Stakkavík úr Klaksvík
Tari
Uppistova á Trøllanesi
Uttastovugarðurin á Sandi
Útistovugarðurin í Skúgvi
Útistovugarðurin á Trøllanesi
Æsa Tróndardóttir Frýdal
Myndir: Jan Müller
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2023
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um fíggjarlógina fyri 2024
Avtalan snýr seg um stuðul til háskúlaupphald og nýggja sjósavnið, skrivar Javnaðarflokkurin á fólkatingi í tíðindaskrivi.
– Sjúrður Skaale varð í fjør kontaktaður av leiðsluni á ítrottarháskúlanum í Vági, sum ikki skilti, hví stjórnin strikaði sokallaðu ríkisfelagsskapsstipendiuni, og hví hon vísti til manglandi áhuga sum orsøk. Veruleikin er, at nógvir næmingar á skúlanum í Vági seinastu trý árini hava fingið stuðulin, og at uttan hann hevði næmingatalið verið nógv lægri. Hetta er sostatt ein týðandi partur av fíggjarliga grundarlag skúlans.
– Sjúrður fegnast um, at danski mentamálaráðharrin hevur lurtað eftir áheitanunum um at aftur seta pengar av, soleiðis at eftirskúlanæmingar hava møguleika at søkja stuðul til t.d. eftirskúlauppihald í Føroyum – ikki bara í Vági, men eisini á hinum háskúlunum.
Talan er um tvær milliónir frá 2024 til 2027, og avtalan um stuðul til háskúlauppihald er gjørd saman við Onnu Falkenberg, fólkatingskvinnu fyri Sambandsflokkin.
Avtala er eisini gjørd um stuðul til nýggja sjósavnið í Føroyum. Danska stjórnin setir tilsamans 20 milliónir krónur av til verkætlanina í 2025, 2026 og 2027.
Peningurin er settur av við teirri treyt, at restin av fíggingini er fingin vil vega um eitt ár. Annars fellur peningurin aftur til statin. Hetta skal sostatt vera ein katalysator fyri at fáa restina av pengunum aðrar vegir, skrivar Javnaðarflokkurin á fólkatingi.
– Arbeiðsbólkurin hevur higartil fingið tilsøgn um stuðul frá Tórshavnar Kommunu og Betri, men enn er langt á mál fyri at hava fíggingina upp á pláss.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2023
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur gjørt avtalur fyri 29,3 milliónir krónur við donsku stjórnina í sambandi við fíggjarlógarsamráðingarnar
– Peningurin, sum danska stjórnin er sinnað at játta, fer heilt víst at gagna menningini av ríkisfelagsskapinum. Vitan er lykilin til menning, og møguleiki um økta vitan fær enn einaferð høga raðfesting, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, ið er ógvuliga glað um úrslitið av fíggjarlógarsamráðingunum.
Ein stórur partur av játtanini hesaferð fer til gransking. Størsti parturin fer til havgransking. Hetta hevur verið eitt hjartamál hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi, og tí er ógvuliga gleðiligt at síggja, at áhugi framvegis at seta pengar av til at kanna, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka náttúru- og havumhvørvi við Føroyar.
Í samband við fíggjarlógarsamráðingarnar fyri 2023 blivu fyri fyrstu ferð settir pengar av til gransking av uttanríkis,- trygdar- og verjumálum. Týdningurin av, at peningur aftur verður settur av í ár, kann tí ikki undirmetast.
– Føroyar skulu sjálvandi takast við í avgerðirnar um okkara trygdarviðurskifti. Men tað krevur eisini, at vitanin um hesi mál økist. Granskingin fer at koma okkum øllum til góðar. Tað ger seg somuleiðis galdandi viðvíkjandi havgranskingini, sigur Anna Falkenberg.
Saman við Aaju Chemnitz úr grønlendska flokkinum IA, hevur tað eydnast at fáa seks milliónir settar av til undirvísing í danska fólkaskúlanum um nútímans føroysk og grønlendsk viðurskiftir.
Eisini verður tað aftur møguligt at søkja um studning úr “Rigsfællesskabets Højskolestipendium”. Studningurin verður latin teimum, sum fara í háskúla í einum øðrum parti av ríkisfelagsskapinum, enn har tey búgva. Studningsskipanin kom í 2020 og bleiv seinni tikin av aftur. Nú verður hon so tikin uppaftur eftir áheitan frá Annu Falkenberg.
– Skal ríkisfelagsskapurin mennast, so er neyðugt at hava ungdómin við. Vitanin um Føroyar og Grønland er ofta ov lítil, og hetta er eitt stig á leiðini at bøta um hesi viðurskifti, sigur Anna Falkenberg.
Tær 29,3 milliónir krónur, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt avtalur fyri, eru býttar soleiðis:
Tíðindaskriv Sambandsflokkinum á fólkatingi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2023
Úr 150 og upp í 163 krónur. Pensjónistar skulu eisini rinda meira. Uppskot er sent til hoyringar
Almanna og mentamálaráðið hevur sent út uppskot um broytingar í kringvarpslógini til hoyringar.
Skotið verður upp at styrkja Kringvarp Føroya fíggjarliga við at hækka gjaldið úr 150 krónum um mánaðin og upp í 163 krónur um mánaðin. Hjá fólki í fólkapensjónsaldri verður skotið upp at hækka gjaldskyldugu upphæddina úr 50 krónur og upp í 63 krónur.
Skotið verður eisini upp at prístalsjavna kringvarpsgjaldið á hvørjum ári frá og við 2025 at rokna.
Endamálið við broytingaruppskotinum er at tryggja, at Kringvarpið so líðandi kemur í fíggjarliga javnvág og at tryggja inntøkugrundarlagið móti árligum prísvøkstri. Eisini er eitt av endamálunum at lækka gjaldskyldugu upphæddina hjá smærri virkjum og stovnum.
Tað var fyrr í hesum mánaðinum, at Kringvarp Føroya boðaði frá hópuppsagnum. 11 ársverk verða spard burtur á stovninum, og hallið næsta ár er átta milliónir krónur.
Sparingarnar í skránni raktu meint, og tað sær nú út til at politiski myndugleikin er vaknaður.
Les eisini: Kringvarpið koyrir ellivu fólk til hús
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2023
FT Samskifti og Nema fara at hava eins atgongd til RAN-netið og fara at bjóða sama fartelefondekning á landi og sjógvi
Kappingarráðið hevur góðkent samstarvsavtaluna millum FT Samskifti, dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum, og Pf. Nema um, at Nema kemur á farnetið hjá Pf. Samskifti.
Harvið fáa partarnir eins atgongd til RAN-netið og fara at bjóða sama fartelefondekning á landi og sjógvi. Partarnir tryggja framhaldandi kapping á marknaðinum við egnari kjarnutøkni, sum stýrir tænastum og produktum.
Innleiðandi samráðingarnar millum Pf. FT Samskifti og Pf. Nema byrjaðu í 2021. Í oktober 2022 lótu partarnir samstarvsavtaluna inn til góðkenningar hjá Kappingareftirlitinum, sum frá byrjan hevur verið kunnað um samráðingarnar og leistin fyri teimum.
Í tilgongdini gjørdi Kappingareftirlitið vart við kappingarlig ivamál, sum møguliga vóru í stríð við §6 og §11 í Kappingarlógini. Partarnir lótu Kappingareftirlitinum tilsøgn tann 27. oktober 2023, sum gongur teimum ivamálum, sum Kappingarráðið hevði, á møti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2023
Í vísindaligu greinini um allan arvastreingin hjá føroyingum, sum er útgivin í viðurkenda tíðarritinum BMC Genomics, greinar Hannes Gislason, professari á Náttúruvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum, genetiskt fjølbroytni, innannøring og skyldskap langt aftur í tíðina
Hannes Gislason, professari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, gav herfyri fyrstu vísindaligu greinina um allan arvastreingin hjá føroyingum í viðurkenda tíðarritinum BMC Genomics hjá forlagnum Springer Nature.
Heitið á greinini er "SNP heterozygosity, relatedness and inbreeding of whole genomes from the isolated population of the Faroe Islands".
Í vísindaligu greinini um allan arvastreingin (heil-genomið) hjá føroyingum greinar Hannes Gislason genetiskt fjølbroytni, innannøring og skyldskap langt aftur í tíðina.
Úrslitini kunnu hava týdning fyri serstakan heilivág (personalized medicine), kanningar av genetiskum sjúkum, umframt at úrslitini kunnu hava fornfrøðiligan áhuga. Tey geva m.a. ábendingar um, at fyrsta landnám Føroya var millum ár 50 og 300, sum er upp í tvær til tríggjar øldir fyrr, enn áður hildið í fornfrøðiligum kanningum, skrivar Fróðskaparsetrið í tíðindaskrivi.
Føroyingar eru at rokna sum eitt genetiskt avbyrgt fólk, og eru tí sera vælegnaðir til ílegugransking.
Hetta kemst av okkara fjarskotnu støðu landafrøðiliga, og at flestu føroyingar stava frá lutfalsliga fáum niðursetufólkum. Tá fá niðursetufólk búseta nýtt land, har eingi onnur fólk búgva, so hevur tað við sær, at genetiska fjølbroytnið avmarkast, og fáir møguleikar eru at finna sær maka. Hetta kallast fløskuhálsárin (bottleneck effect), sum ofta elvir til innannøring (inbreeding), tí nær skyld fólk fáa børn. Fløskuhálsárinið er størst stutt eftir landnámið, til fólkatalið og genetiska fjølbroytnið síðani veksur somikið, at fløskuhálsárinið spakuliga minkar aftur.
Í greinini er allur arvastrongurin hjá einum lítlum bólki av føroyingum greinaður við hagfrøði, forritan og teldufrøði (bioinformatikki).
Úrslitini vísa, at genetiska fjølbroytnið er lutfalsliga høgt hjá einstaklingum, tí einstaklingar hava nógvar persónligar mutatiónir av nýggjari uppruna. Hinvegin er fjølbroytnið mett lágt fyri tær mutatiónir, sum føroyska fólkið hevur til felags, og sum eru av eldri uppruna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2023
Hon tekur yvir eftir Marnar Fríðheim Kristiansen, sum hevur røkt sessin seinastu fýra árini
Eftir aðalfundin hjá felagnum Yngri Læknar Føroyar, eru framdar broytingar í nevndini. Formaðurin seinastu fýra árini, Marnar Fríðheim Kristiansen, takkar fyri seg, og í hansarastað kemur Turið Jónleyg Rein.
Hini í nevndini eru: Aksel Kambsskarð Berg, næstformaður, Rebekka Blak, Billa Foldbo, Bára Randrup, Barbara Eysturoy og Eyðbjørg Gaard.
Til aðalfundin bleiv semjan, sum varð gjørd við Fíggjarmálaráðið um sáttmála fyri 2022-2025, eisini viðtikin.
Ronja Midjord Mikkelsen, Sanna á Borg, Sólfríð Jacobsen og Marnar Fríðheim Kristiansen gevast í nevndini.
- Tað er nokk hjá nýggju nevndini at tríva í við vaksandi trýstinum á heilsuverkið, og tí áhaldandi trýstið á arbeiðsumhvørvið hjá læknum, so er av stórum týdningi at hava eitt vakið og aktivt fakfelag, sigur felagið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2023
Hetta er ein royndarverkætlan hjá Virgin Atlantic, og endamálið var at brúka 100 prosent burðardygt brennievni
Týsdagin vóru bæði laksur og starvsfólk frá Bakkafrost við á fyrsta 100 prosent grøna flogtúri tvørtur um Atlantshav. Hetta er ein royndarverkætlan hjá Virgin Atlantic, og endamálið var at brúka 100 prosent burðardygt brennievni – eisini kent sum SAF (Sustainable Aviation Fuel).
- Vit eru errin av at vera boðin við á eina søguliga flogferð, sum skal varpa ljós á eina burðardygga framtíð fyri flogferðslu. Hetta letur upp fyri áhugaverdum møguleikum, sum kunnu samantvinna høgu góðskuna á okkara vørum við burðardyggum flogflutningi. Vit gleða okkum at fylgja við menningini á hesum økinum, sigur Regin Jacobsen, forstjóri hjá Bakkafrost, í tíðindaskrivi.
Frástøðan millum Føroyar og nakrar av stóru marknaðunum, eitt nú USA, er so mikið stór, at verður laksur fluttur sjóvegis til hesar leiðirnar, so kann flutningurin hava ávirkan á góðskuna. Í hesum sambandi kann nevnast, at feskur laksur hevur eitt haldføri á 16 dagar. Tað tekur 12 dagar at flyta laks sjóvegis úr Føroyum til USA, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivinum.
- Tað liggur rótfest í okkum at vera nýmennandi og at royna nýggjar leiðir, so hvørt tær verða møguligar. Royndarverkætlanin hjá Virgin Atlantic kann bróta slóð fyri burðardyggum brennievni til flogfør og er í øllum førum ein góð byrjan. So mugu vit síggja, hvussu tøknin mennir seg komandi árini, sigur Regin Jacobsen.
Annika Frederiksberg, nevndarlimur og søluleiðari, umboðaði Bakkafrost á søguliga flogtúrinum.
Les eisini: Flúgva um Atlantshav við grønum brennievni
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2023
Árið hevur vignast væl hjá Norðborg, so vit hava nógv at takka fyri, sigur Jón Rasmussen, skipari
- Hesin túrurin hevur gingið væl. Harafturat kann eg siga, at árið hevur vignast væl hjá Norðborg, so vit hava nógv at takka fyri! Tað sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg.
Norðborg er einasti verksmiðjutrolari í tí pelagiska flotanum hjá føroyingum. Teir fiskað lodnu, sild, makrel og svartkjaft, og fiskiskapurin verður lagaður eftir árstíðunum, tá best er at fiskað, og mest fæst burtur úr fiskinum.
- Vit hava fiskað sild í íslendskum og í føroyskum sjógvi. Vit byrjaðu fiskiskapin í íslandskum sjógvi, men sildin svimur skjótt eystureftir og er komin í føroyskan sjógv. Tí endaðu vit túrin í føroyskum sjógvi, hóast tað er sami sildastovnur, sigur Jón.
- Hóast vit bara hava fiskað sild, so hagreiða vit hana, so hon kemur til lands, sum fýra ymiskar vørur. Vit hava 300 tons av rundfrystari sild, sum vit selja til agn og annað. So hava vit 1070 tons av frystum sildafløkum, 260 tons av sildamjøli og 150 tons av sildalýsi, sigur hann.
- Vit heilfrysta minstu sildina til agn og annað, og tað verður gjørt beinanvegin. Stóra sildin, sum verður skorin til flak, liggur nakrar tímar í kølitangunum, so deyðstívheitin fer úr henni, so vit kunnu skera hana til flak, sigur Jón.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Fiska lítið av svartkjafti
- Vit byrjaðu árið á lodnu, so fiskaðu vit nakað av svartkjafti. Síðani fiskaðu vit makrel og enda nú við sildini. Allur fiskiskapurin hevur gingist væl í ár, hóast vit fiskaðu líti av svartkjafti. Reiðaríið hevur deilt fiskiskapin eitt sindur upp, so Christian í Grótinum fiskar meginpartin av svartkjaftinum, tí hann er betri riggaður til tann fiskiskapin, sigur Jón.
- Hetta er annar sildatúrurin og hann hevur gingið væl. Harafturat kann eg siga, at árið hevur vignast væl hjá Norðborg, so vit hava nógv at takka fyri! sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg.
Teir á Norðborg vóna at kunna gera tveir túrar afturat eftir sild. Messan er jólaprýdd, og jólahýrurin var við at koma. At sjómanstrúboðarin kom við jólapakkum økti um jólahýrin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2023
Føroyar og Grønland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2024
Føroysku kvoturnar í grønlendskum sjógvi vera óbroyttar í mun til 2023, ímeðan smávegis tillagingar eru gjørdar í kvotunum hjá grønlendskum skipum í føroyskum sjógvi.
Grønlendska kvotan í føroyskum sjógvi av norðhavssild lækkar við 1.000 tonsum, og svartkjaftakvotan hækkar við 2.000 tonsum. Harumframt hækkar atgongdin hjá grønlendskum skipum at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi við góðum 1.000 tonsum.
Úrslitið av samráðingunum er sostatt, at føroysk skip í 2024 framhaldandi kunnu fiska tilsamans 2.500 tons av toski í grønlendskum sjógvi við 50 tons av kalva sum hjáveiðu. Brosmukvotan verður samanlagt 375 tons. Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi eru 325 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi. Royndarkvotan eftir krabba við Eysturgrønland er 500 tons. Harumframt verður møguleiki hjá føroyskum skipum at luttaka í royndarfiskiskapi eftir toski og øðrum botnfiski og -djórum á teimum norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi.
Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2024 eru 5.500 tons av norðhavssild og 20.500 tons av svartkjafti. Eisini fær Grønland atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 8.260 tons av grønlendsku svartkjaftakvotuni í altjóða sjógvi í NEAFC-økinum.
Samráðingarnar vóru á grønlendsku sendistovuni á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2023
ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2024 kann vera í mesta lagi 12.145 tons, og at veiðan av upsa í 2024 kann vera í mesta lagi 15.323 tons
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi herfyri nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.
ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2024 kann vera í mesta lagi 12.145 tons. Hetta er ein øking á 3 prosent í mun til tilmælið fyri 2023. Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008 til 2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta mark í 2018 og hevur verið á miðalstøði síðani.
ICES mælir til, at veiðan av upsa í 2024 kann vera í mesta lagi 15.323 tons. Hetta er ein minking á 14 prosent í mun til tilmælið fyri 2023. Orsøkin er minni tilgongd til stovnin síðstu árini.
Toskur á landgrunninum var í fjør mettur at vera undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. ICES mælti tá til, at toskur ikki verður fiskaður á Landgrunninum í 2023 og 2024. ICES útgevur tískil ikki nýtt tilmæli fyri tosk á Landgrunninum í ár.
Tilmælið fyri tosk á Føroyabanka, sum bleiv útgivið síðsta ár, er somuleiðis galdandi fyri tvey ár í senn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2023
Arbeiðsloysið í oktober er á sama støði sum fyri einum ári síðani, og svarar hetta til 223 fulltíðararbeiðsleys – 256 fólk vóru rakt av arbeiðsloysi, og 35 teirra eru langtíðararbeiðsleys
Í oktober var arbeiðsloysið í Føroyum 0,7 prosent. Tað er tað sama sum fyri einum ári síðani, og arbeiðsloysið hevur verið undir eitt prosent síðan apríl í fjør.
Í oktober vóru 256 fólk rakt av arbeiðsloysi. 35 teirra - ella 12,2 prosent -vóru langtíðararbeiðsleys. Hetta merkir, at tey høvdu verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Í oktober 2022 var 31 fólk - ella 13,8 prosent - langtíðararbeiðsleys.
Arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men síðani er tað minkað aftur, skrivar Hagstovan.
Arbeiðsloysið millum kvinnur hevur verið størri enn millum menn seinastu tíggju árini. Hesin munurin er tó tódnaður, og nú er eingin munur millum kynini. Arbeiðsloysið í oktober var nevniliga 0,7 prosent hjá bæði monnum og kvinnum. Tað svarar til 122 fulltíðararbeiðsleysar menn og 101 kvinnur. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent hjá monnum og 0,8 prosent hjá kvinnum.
Arbeiðsloysið í oktober var lægst í Vágum og í Norðoyggjum – ávikavist 0,3 og 0,4 prosent. Tað hægsta var í Suðuroynni. Har var arbeiðsloysið 1,3 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2023
Visit Faroe Islands fer í næstum undir nýtt og spennandi átak á sosialu miðlunum. Sjey ymiskir føroyingar fara at framleiða tilfar, sum vísur hvussu lívið og gerandisdagurin hjá teimum sær út
Endamálið við nýggja átakinum, ið ber heiti Faroencers, er at menna søguna um Føroyar úti í heimi. Faroencers er eitt tilgjørt orð, har spælt verður við Faroese og influencers (á føroyskum 'ávirkarar').
Í fyrstu atløgu er avtala gjørd við sjey fólk við fjølbroyttum áhugamálum, sum koma ymsastaðni úr landinum.
Visit Faroe Islands hevur seinastu árini samstarvað við ein hóp av útlendskum myndafólkum og ávirkarum, ið hava ein sterkan fylgjaraskara á teim sosialu miðlunum. Glæsiligu myndirnar hava gjørt sítt til, at umheimurin hevur fingið eyga á Føroyar sum ferðamál, men hugurin at vita meira um Føroyar er enn stórur, og nú er tíðin búgvin at gera tillagingar.
Tórik Ábraham Rouah, sum býr undir Gøtueiði, er ein av luttakarunum, og hann fer at framleiða smáfilmar, ið óivað eru forkunnugir hjá fleiri føroyingum – frá at klúgva í drangum, at svimja við stórhvali og at rógva við hav-kajakk. Hann ivaðist ikki, tá hann varð biðin at luttaka:
– Eg haldi tað vera fantastiskt og faktiskt eisini fyri neyðini, at føroyingar nú sleppa meira framat, eg eri spentur at vísa mína síðu av Føroyum fram. Eg gleði meg eisini at síggja, hvat hinir luttakararnir koma við, tí teir hava nógv spennandi at siga frá.
Fjølbroyttir smáfilmar um Føroyar
Talan verður um smáfilmar – sokallað “reels”, sum í mesta lagi er ein minutt til longdar. At framleiða slíkt tilfar er krevjandi, og krevur ávísar førleikar, tí hava allir luttakararnir fingið frálæru frá serfrøðingi innan økið.
Fyrstu smáfilmarnir verða lagdir út fyri jól, og síðani verður tilfarið framleitt og lagt út við jøvnum millumbili komandi árið. Luttakararnir hava fingið fríar teymar, at velja hvørji evni verða lýst, talan verður um fjølbroytt tilfar – frá bindiklubbi til gudstænastu til býarlívið og fjallgongu.
Silja Egholm úr Froðba er yngsti luttakarin. Gerandisdagurin hjá henni myndast m.a. við kreativum bindi-verkætlanum, vegansk matgerð og at vera úti í náttúruni. Hesi evni verða lýst í tilfarinum, sum hon fer at framleiða. Um nýggja átakið sigur hon:
– Hetta er eitt spennandi og tíðarhóskandi átak, ið gevur innlit í gerandisdagin hjá ymiskum føroyingum. Eg elski at vera kreativ uppá ymsar mátar, so hetta er ein gyltur møguleiki, at menna meg gjøgnum videoupptøkur, filmsviðgerð og annað.
Føroyingar skulu kenna seg aftur í marknaðarføringini
Arbeitt hevur verið í longri tíð við at framleiða tilfar, ið vísir eina fjølbroytta mynd av Føroyum - frá søgum um seyð og slakt til list og mentan, tónleik og føroyskan matsið. Við Faroencers verður eitt stig tikið afturat á hesi leið.
Í arbeiðinum við at gera eina Ferðavinnuætlan fram ímóti 2030, kom til sjóndar, at føroyingar ynskja at síggja enn fleiri lokalar søgur í marknaðarføringini. Nýggja átakið er eitt úrslit av hesum arbeiði.
Tíðindaskriv frá Visit Faroe Islands
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2023
Fíggjarætlanin, ið varð samtykt í vikuni, vísir eit rakstrarúrslit á góðar 7 milliónir krónur
Skattaprosentið í Nes kommunu verður liggjandi á 20,5 prosentum eisini í næsta ár. Hinvegin verður barnafrádrátturin hækkaður við 500 krónum um mánaðin úr 5.500 til 6.000 krónur.
Býráðið í Nes kommunu samtykti mánakvøldið fíggjarætlanina fyri 2024.
Kommunan roknar komandi ár við inntøkum á góðar 79 milliónir krónur og rakstrarútreiðslur á góðar 72 milliónur.
Samtykt er at gera íløgur fyri 17,5 milliónir krónur, harav mest fer til tekniska økið og mentan og frítíð.
Íløgurnar og afturrindan av knøppum trimum milliónir av skuldini verða fíggjað rakstraravlopinum á 7,1 millión, tøkum peningi á 0,8 millión og so verður tikið lán á 12,5 milliónir krónur.
Langtíðarskuldin hjá Nes kommunu er í løtuni 34,5 milliónir krónur, sum er áleið tað sama sum fyri trimum árum síðan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2023
Átta felagsskapir og átøk, ið arbeiða fyri børn og ung, hava í dag fingið stuðul
Í vikuni lat Posta við Jólamerkjagrunninum 200.000 krónur til vælgerandi endamál. Stuðulin er býttur millum átta ymiskar verkætlanir til frama fyri børn og ung.
Tey flestu kenna jólamerkini, sum Posta gevur út um jóltíðir, og sum føroysk listafólk sniðgeva. Á hvørjum ári verður vinningurin býttur út, soleiðis at hann kemur børnum og ungum til góðar. Í dag eru 200.00 kr. latnar, skrivar Posta í tíðindaskrivi.
- Tað er týdningarmikið fyri okkum at halda fram at stuðla børnum og ungum við Jólamerkjagrunninum. Hesaferð hava vit valt at lata stuðulin til kunnandi tilfar, ljóðførisátøk og útgerð til barnaítriv. Tað er við til at geva børnunum góð minnir í frítíðini, sigur Jógvan Joensen, virkandi stjóri á Posta.
Umboð frá Kyn og Gulaskúla vanta á myndini
Ítriv til børn og ung
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur fingið stuðul til útgerð í leguhúsinum í Nesvík, meðan Guliskúli hevur fingið játtað pening til ítrív til næmingarnar.
ÍVF Teknmál hevur fingið stuðul til undirvísingartilfar at varpa ljós á føroyskt teknmál, meðan bæði Kyn og Colitis Crohn felagið fáa stuðul til kunnandi tilfar.
Barnasjónvarpssendingin, Látiløtan, fær eisini stuðul.
Harmoniorkrestrið GHM og Kamartónleikakappingin Crecendo fáa eisini lut í stuðlinum.
Í nevndini fyri Jólamerkjagrunnin sita Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, Fróði Joensen, yvirlækni og Jógvan Joensen, virkandi stjóri á Posta.
Um jólamerkini
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2023
300.000 krónur eru settar av til arbeiðið
Klaksvíkar kommuna er í løtuni í gongd við at gera eitt neyst til dypparar og havsvimjarar á Borðoyarvík.
Á fíggjarætlanini í 2023 eru settar 300.000 krónur av til arbeiðið.
Neystið er nú stoypt og verður arbeiðið væntandi gjørt liðugt komandi ár. Ætlanin er at inniloka neystið, við at bjálva og klæða, men at tað eru áhugafeløgini sjálvi, ið standa fyri innrætting av hølunum.
(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
Av øðrum íløgum á mentanarøkinum komandi ár, kann nevnast, at spæliplássið á Ánunum verður gjørt liðugt, at ljós verða sett upp til nýggja sparkivøllin í Árnafirði og at hildið verður fram við at byggja hornaskýlið á Djúpimýru.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2023
Klossarnir kom heim aftur úr DM finaluni í Odense við tveimum virðislønum
Liðini, sum vunnu føroysku First Lego League kappingina, tóku øll á bóli, tá tey luttóku í Danmarksfinaluni í Odense leygardagin 25.november saman við vinnandi liðum úr næstan 30 donskum býum.
Tey bæði føroysku liðini, sum vunnu stóru føroysku kappingina, gjørdu uppaftur meira burturúr á stórslignu Danmarksfinaluni í Odense. Hóast kappingin var hørð, kláraðu liðini seg væl.
Liðið The Artech Innovators frá Billund vann Danmarksfinaluna, og tey eru boðin at fara víðari til heimsmeistaraskapið í Texas.
Klossarnir vunnu tvey steyp, nevnliga Meta‐virðislønina og virðislønina fyri kjarnuvirðir. Meta‐virðislønina fingu Klossarnir fyri marknaðarføringina og flotta básin, har tey millum annað høvdu trummu, lego‐klossar á høvdinum og vóru stuttligt ílatin til dagin.
Kjarnuvirðislønina fingu Klossarnir millum annað fyri, at tey heppaðu á øll hini liðini og vístu ágrýtni og stríðsvilja, tá stórir trupulleikar vóru við robottinum.
Tann føroyska First Lego League kappingin, sum varð hildin á Skúlanum á Fløtum tann 11. november, savnaði í ár 28 lið av børnum og ungum úr øllum Føroyum. Kappingin gjørdist sostatt nógv tann størsta føroyska kappingin av sínum slag, síðan tær byrjaðu í 2005.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna‐ og útbúgvingarmálum, setti føroyska First Lego League dagin. Heitið á kappingini í ár var “Masterpiece: Hvussu kunnu vit nýta hugflog og tøkni á nýskapandi hátt, sum kveikir áhuga fyri list og upplivingum?” Børnini og tey ungu úr øllum Føroyum arbeiddu við uppgávum, bygging og programmering av robotti, og eini serstakari verkætlan við teirra egnu hugskotum til, hvussu tey kundu ímynda sær loysnir til at sameina t.d. list og tøkni.
Næsta ár verður føroyska First Lego League kappingin leygardagin 9. november 2024 og væntandi fara enn fleiri lið av børnum og ungum at luttaka. Evnið á kappingini verður almannakunngjørd í september 2024, og átta vikur seinni hittast liðini til sjálvan kappingardagin.
Rógvi Langgaard hevur framleitt ein film frá føroyska FIRST LEGO League degnum 11. november sum sæst yvir greinini
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2023
Tiltakið hjá Lions Club Tórshavn verður millum klokkan 14 og 16.30. Í ár fer ágóðin til Jólahjálpina hjá Barnabata
Í morgin, sunnudagin 3. desember, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions Club Tórshavn fyri sínum árliga jólatiltaki fyri alla familjuna. Í ár fer ágóðin til Jólahjálpina hjá Barnabata.
Plantasjan verður pyntað við ljósum í greinunum, báli og ljósblussum í ánni, har sum tiltakið er, so tað verður so hugnaligt sum møguligt. Sum vant, ber til at keypa sær jóladekoratiónir.
Eisini kemur Havnar Hornorkestur at seta sín dám á løtuna við góðum tónum. Jólamenninir vitja við onkrum góðum til børnini, og esini ber til at keypa sær kakao og bollar.
Talan er um eitt tiltak fyri alla familjuna, samstundis sum fólk – eins og vanligt er, tá Lions Club Tórshavn skipar fyri – kunnu stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli.
Hesaferð hevur Lions Club Tórshavn gjørt av, at ágóðin frá jólatiltakinum skal fara til
Jólahjálpina hjá Barnabata.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2023
Fyrsta lúka í nýggja sjónvarpskalendaranum er latin upp
Sjónvarpsjólakalendarin í Kringvarpi Føroya eitur “Luka og leikhúsið”. Ein viðkomandi jólakalendari, har alt møguligt spennandi hendir. 35 leikarar hava lagt føroyskar røddir á jólakalendaran – 21 vaksin og 14 børn í aldrinum frá 8 til 15 ár.
Og fyrsti partur var at síggja í gjárkvøldið.
Í alt heyst hava tey í Kringvarpinum tikið føroyskar røddir upp til ársins jólakalendara. Serliga í oktobur mánaði var sera nógv at gera, og dugnaligu leikararnir og børnini hava lagt nógv arbeiði í at finna røttu orðini, og at tosa so gott føroyskt mál sum til ber, og samstundis gera tað bæði spennandi og álvarsamt og viðhvørt eitt sindur syrgiligt, men eisini stuttligt.
Jólaboðskapurin í hesi søguni er, at lívið ikki er ein kampur, og tað snýr seg ikki um at vinna og tapa - ongum nýtist at tapa.
Hesin jólakalendarin er um, hvussu stórur munur var á fátækum og ríkum í einum høvuðsstaði, ið kallaðist Kristiania. Tey, sum áttu lítið ella als einki, máttu stríðast og strevast fyri at fáa mat í munnin, meðan tey ríku oyðslaðu og dusaðu sær í ríkidømi.
Men eitt, sum bæði fátæk og rík høvdu í felag, var viðhvørt at vitja í tivolinum, sum var miðskeiðis í býnum. Og har var eisini eitt leikhús.
Og tað er her í høvuðsstaðnum Kristiania, í tivolinum og í leikhúsinum, at søgan er. Her búgva øll tey, vit fara at hitta.
Her býr fátæki og einsamalli Luka, sum altíð er ósamdur við pápa sín, men sum fær vinfólk í leikhúsinum og finnur útav, at hann dugir at gera gandakynstur. Her býr tann múgvandi og ónda Eilin Butenschøn, ið hatar fátækrafólk og biddarar, og dóttir hennara Lobelia, sum er ríkasta genta, ein kann hugsa sær, sum seinni setir seg upp í móti mammu síni. Og í leikhúsinum býr m.a. djarva og skilagóða Gabriella, sum arvar eina húðsjúku frá mammuni. Og so ikki minst Jóhanna, leikhússtjórin, ið roynir av øllum alvi at gjalda allar rokningarnar.
Luka og leikhúsbørnini mugu saman royna at bjarga leikhúsinum, so Eilin Butenschøn ikki skal selja alt og blaka tey út.
Erla Zachariasen og Guðrið Rubeksen hava týtt leikin. Fleiri sangir eru við, sum Elin á Rógvi og Marið Persson hava týtt. Páll Danielsen er leikstjóri og Finnur Hansen hevur tikið upp og sett saman.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2023
Íslendska indie-rokkbólkurin, sum fekk sítt stóra gjøgnumbrot við "Little Talks", verður endiliga at hoyra á Gøtusandi í juli 2024. Hetta er fyrsta kunngjørda navnið til næsta ár
G! festivalurin kundi í hesi vikuni kunngera fyrsta nøvuðsnavnið til komandi festivalin. Tað er heimskendi íslendski indie-rokkbólkurin Of Monsters and Men.
Fyri G! er Of Monsters and Men hin fullkomna bókiningin; ein norðurlendskur bólkur í heimsflokki, tiltikin góður á pallinum, og ein bólkur við listarligari sameining og tónleiki, ið fangar áhoyrarar í øllum aldursbólkum.
Bólkurin fekk sítt stóra gjøgnumbrot við lagnum "Little Talks", ið gjørdist eitt heimsumfatandi hitt. Lagið var á fyrstu útgávuni hjá bólkinum "My Head is an Animal", ið eisini fostraði hitt sum "Dirty Paws", "King and Lionheart" og "Mountain Sound".
Seinni hevur bólkurin útgivið fleiri plátur og spælt kring allan heimin. Of Monsters and Men hevur javnan vitjað fjarskotin lond sum Avstralia og Suðuramerika - tó hevur bólkurin ongantíð spælt í grannalandinum Føroyum.
Í fjør gav bólkurin EP'ina og heimildarfilmin "Tíu" út í sambandi við, at tíggju ár vóru liðin síðan gjøgnumbrotið.
G! festivalurin verður í døgunum 18. til 20. juli 2014.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2023
"Tak for sidst" fer at runga á Voxbotn í summar
Popp-rapparin við borgarliga navninum Victor Gaardboe er føddur í 1999, og er vaksin upp í Roskilde.
Hann er nú kendur undir kunstnararnavninum Gobs, og er hann veruliga við at blíva ein stór stjørna. Í summar kemur hann at spæla á Voxbotn.
Hann kom fram í 2018 við staklagnum ‘Vérités’ og hevur síðan hittað við løgum sum ‘Du & Jeg’, ‘Tro På Kærlighed’, og ‘Stupid Man’.
Gobs hevur samtarvað við Hjalmer, Branco og Thomas Helmig, og hevur í 2023 útgivið sína næstu plátu ‘Knuste Hjerter Heler Aldrig’ ið veruliga hevur sett ferð á popularitetin hjá Gobs.
Í 2021 var hann kosin ársins nýggi danski tónleikari og í 2023 hevur hann skapað søgu við staklagnum ‘Tak for sidst’ eftir at sangurin - í 13 vikur á rað - lá sum nummar eitt á donskum hittlistum. Hetta hevur eingin annar megnað. Pláta hansara ‘Knuste Hjerter Heler Aldrig’ er eisini ein av mest spældu donsku fløgum nakrantíð.
Voxbotn verður 29. juni 2024.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2023
Nýggja bókin “Føroysk klæðir” kom út í dag. Talan er um eina myndaborna bók, ið bæði er forvitnislig í innihaldi og útsjónd
Hugskotið til bókina birtist í vár, tá redaktiónin á blaðnum Kvinnu og myndamaðurin, Tróndur Dalsgarð, arbeiddu við myndatøku av tjóðbúnanum til SummarKvinnu. Úrslitið var so mikið gevandi og forvitnisligt, at tey samdust um, at víðka tað og arbeiða við eini enn størri útgávu, sum veruliga fekk lýst tað fjølbroytni, tey fingu innlit í.
Í summar var av álvara farið undir arbeiðið at fáa hugskotið til veruleika, tá teyfóru út á havnargøtur við myndatóli á ólavsøku. Har fingu tey eygleitt og avmyndað útvið hundrað stásklæddar føroyingar í tjóðbúna, og løtumyndin, tey fangaðu har, er bæði spennandi, djørv og inspirerandi. Umframt allar myndirnar frá ólavsøku, ið vísa, hvussu klæðini verða nýtt í dag, eru eisini reportagur frá vitjanum á silvurverksmiðju, ið framleiðir silvur til klæðini, vevstovu, har pløgg verða vovin – og tey vóru eisini til staðar, tá ein familja við stórum kærleika til tjóðbúnan, ger seg klára til ársins summarveitslu.
Føroysku klæðini eru livandi. Tað sæst í eygleiðingini og tíðarandanum, men í bókini hava tey eisini eitt spennandi og sigandi søguligt afturlit og søguligar myndir, sum eisini staðfesta, at tað hava hesi klæðini, sum vit øll elska, altíð verið. Tí er hetta søgan um, hvussu vit hava latið okkum í, og hvussu vit gera tað í dag. Og tað kann veruliga inspirera!
Bókin, sum eitur “Føroysk klæðir - ríki & livandi siðarvurin”, er komin út í bókabúðunum kring alt landið í dag og fæst til keps fyri 549 krónur. Talan er um eina bók í “coffee table”-stødd.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2023
Fyrr í mánaðin gav Sprotin út nýggja bók, sum Uni Arge hevur skrivað. Hon kallast ”Veðursjúka”.
”Sumt er satt. Annað er íspunnið við íblástri úr veruleikanum,” skrivar høvundurin á fyrstu síðu, og so byrjar ein livandi og ofta stuttlig frásøgn um veður og náttúru, sum øll kenna seg aftur í.
Frásøgumaðurin, sum er ein miðaldrandi tíðindamaður, hevur ásannað, at hann fær ongan mun gjørt í verðini.
Síðan hann var barn, hava brotasjógvar og hvirlukøst avbart land hansara, og nú er vorðið ilt verri, tí veðurlagsbroytingar hótta við at oyða klótuna.
Hann leitar eftir vónini, men allastaðni finnur hann bara frásagnir um ta stóru vanlukkuna fyri framman, ið menniskjan sjálv er atvold til.
Veðursjúkan, ið altíð skundaði undir hansara sorgblíðu sinnisstøðu, er í ferð við at menna seg til veðurræðslu. Ræðslu fyri dómadegi.
Undir skallabeininum berjast tó ein ungur og ein eldri maður um valdið á honum. Tann yngri hevur altíð ampa á sær. Tann eldri er í líkasælari javnvág, skrivar Sprotin um bókina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2023
Landsstýriskvinnan við umhvørvismálum, Ingilin Strøm umboðar Føroyar á ST veðurlagsráðstevnuni í Dubai hesar dagarnar
Hvussu tryggja vit, at allir viðkomandi partar verða hoyrdir, tá vit arbeiða við náttúruloysnum í Norðurlondum? Hendan spurningin setir norðurlendska skrivstovan á Umhvørvisstovuni á breddan við tiltaki, sum verður 9. desembur á COP28 í Dubai. Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum, setir tiltakið. Hetta sigur Umhvørvisstovan frá í tíðindaskrivi niðanfyri:
- Náttúruloysnir bøta um lívmargfeldið, minka dálking og veðurlagsbroytingum, samstundis sum tær økja um trivnaðin hjá okkum menniskjum. Hetta verður gjørt við millum annað at endurskapa lendi, lata áir upp og fáa náttúru tættari menniskjum. Men hugsa vit okkum ikki um, tá vit verkseta náttúruloysnirnar, so kann tað ganga út yvir tey, sum búgva í økjunum, har náttúran skal brúkast til fyrrnevndu endamál.
Tí er tað avgerandi, at allir viðkomandi partar í lokalsamfeløgunum verða tiknir við og virdir, tá avgerðir skulu takast viðvíkjandi náttúruni.
Tað siga tær báðar Fía Norðberg Niclasen og Jóna Ólavsdóttir, sum umsita náttúruverkætlanir um lívmargfeldi og náttúruloysnir fyri Norðurlendska ráðharraráðið á Umhvørvisstovuni. Hin 9. desember skipa tær fyri einum tiltaki á altjóða veðurlagsráðstevnuni COP28 í Dubai undir heitinum ”Nature-based solutions to the Triple Planetary Crisis.”
Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum, setir tiltakið við eini røðu, og síðan fer eitt pallborð við einum umboði frá Sámiska ráðnum, einum ungdómsumboði úr Finnlandi og einum professara í lívmargfeldi úr Íslandi at viðgera, hvussu náttúruloysnir á bestan hátt verða settar í verk í Norðurlondum. Orðstýrari verður Noor Yafai-Stroband frá The Nature Conservancy, og at enda fer Lene Westgaard-Halle, stórtingslimur í Noregi og limur í Norðurlandaráðnum, at taka samanum.
Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á Norðurlendskar avbjóðingar á veðurlags- og náttúruøkinum, sum eisini gera seg galdandi altjóða, og soleiðis at deila vitan og fáa íblástur til arbeiði í komandi tíðum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2023
Krafta og Sjóvar kommuna til reiðar at skriva undir avtalu – bíðað verður eftir neyðugu loyvunum til ætlanina
Oljufelagið Krafta og Sjóvar kommuna ætla at gera avtalu um eitt økið á Hulki, har Krafta fer undir at byggja eina oljugoymslu. Avtalan er treytað av, at neyðug loyvi fáast til verkætlanina.
Oljugoymslan á Hulki verður 5.000 fermetrar til støddar, við tveimum tangum á 2.500 rúmmetrar.
Oljugoymslan verður eitt gott ískoyti til verandi oljukapasitetin í Føroyum, og harvið eisini eitt gott ískoyti til trygdartilbúgvingina, havandi í huga ótryggu støðuna í heiminum. Gongur eftir ætlan er oljugoymslan klár at taka í nýtslu um ársskiftið 2024-25.
Rói Kalsø, stjóri í Krafta
- Vit meta, at staðsetingin á Hulki er tann besta fyri virksemið hjá Krafta. Hulkur er ein av góðu náttúruhavnum í Føroyum. Staðsetingin er eisini avgerandi fyri virksemið hjá Krafta, sum leggur seg eftir at veita olju til skip. Tí eru vit sera fegin fyri avtaluna við Sjóvar kommunu, sigur Rói Kalsø, stjóri í Krafta í tíðindaskrivi.
- Í Sjóvar kommunu fegnast vit um at fáa virksemi á Hulki, sum vendir sær til sjóvinnuna. Verkætlanin hjá Krafta hóskar seg væl til ætlanirnar hjá Sjóvar kommunu um at fáa meira virksemi á Hulki, har kommunan hevur gjørt íløgur í at betra um karmarnar fyri vinnuligt virksemi, sigur Artur Johansen, borgarstjóri.
Oljugoymslan verður bygd eftir nútímans ásetingum og við nýggjastu trygdartøkni, til tess at fyribyrgja dálking ella møgulig óhapp. Krafta er farið undir at fáa neyðug loyvi, so at farast kann undir at byggja oljugoymsluna.
Krafta hevur síðani fyrst í juli í ár handla olju til skip, og hevur Krafta merkt ein sera jaligan hugburð frá sjóvinnuni og almenninginum sum heild.
- Við egnari oljugoymslu, kemur verulig kapping á oljumarknaðin í Føroyum, sigur Rói Kalsø.
Les eisini: Nýggja oljufelagið eitur Krafta
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2023
Grøni umhvørvisflokkurin sigur, at tað er pínligt at vera norðmaður í hesum døgum
Noreg tjenti 334 milliardir krónur í fjør upp á kríggið í Ukraina. Tað kemur fram í eini masteruppgávu, ið nýliga er almannakunngjørd.
Masteruppgávan hjá Eirik Hjalte og Idu Elisabeth Uberg Gaasland verður nú eisini brúkt politiskt, eitt nú av Miljøpartiet de Grønne, hvørs leiðari, Arild Hermstad, nú skýrir Noreg fyri at profittera upp á kríggið.
- Tað er forkastiligt, at Noreg skal vinna pening upp á vanlukkurnar hjá øðrum. Stjórnin ger tað pínligt at vera norskur, sigur Hermstad, sambært NRK.
Upphæddin á 334 milliardir krónur svarar til 27 prosent av norska gassútflutninginum tað árið, sum harvið gjørdist eitt metár fyri norskan gassútflutning.
Hava onga meining sjálvi
Tey bæði, sum hava skrivað masteruppgávuna, hava lisið á Norges Handelshøyskole, NHH, men ynskja ikki sjálvi at hava eina meining um tað, tey hava funnið fram til.
- Vit ynskja at halda okkum nevtral til málið, men lata fegin okkara upplýsingar til kjakið. Summi siga, at Noreg fær gagn av krígnum, onnur vilja vera við, at hetta einans snýr seg um marknaðarkreftirnar – at Noreg hevur selt fyri marknaðarprís, sigur Ida Elisabeth Uberg Gaasland.
Men óansæð hvat fólk halda, so eru tey bæði samd um, at 334 milliardir norskar krónur er ein ófatiliga stór upphædd.
Tað, sum tey hava kannað er gassprísurin og so roknað út, hvat Noreg hevur vunnið av, at russiska gassið ikki longur var á marknaðinum. Men helst eru tað eisini onnur viðurskifti, sum hava verið orsøk til, at prísurin vaks í kjalarvørrinum á krígnum.
Erik Hjalte vísir heldur ikki aftur, at spekulasjón eigur sín part av prísvøkstrinum.
Noreg tryggjar lágan gassprís
Terje Asland, olju- og orkumálaráðharri frá Arbeiderpartiet sigur fyri NRK, at Noreg er millum tey londini, ið hava latið mest til Ukraina, bæði í neyðhjálp og hernaðarhjálp.
Men fyrst av øllum er Noreg ein álítandi veitari av gassi til Evropa, vísir hann á.
- Uttan norsku veitingarnar vildi orkuprísirnir verið nógv, nógv hægri. Øll, ið hava selt orku hava vunnið pengar upp á prísvøksturin, eisini norski staturin, sigur Aasland.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2023
Framleiðsla av vetni (hydrogen) fer í gongd í Hetlandi í 2027
Samráðingar eru byrjaðar millum ymsu partarnar at fara undir framleiðslu av vetni í minni skala longu um fýra ár. Hetta skrivar Shetland Times. Tað er longu partur av grøna orkuskiftinum í oyggjunum, at tað almenna skal leggja seg eftir at brúka elriknar bilar. Miðjað verður móti, at allir bilarnir verða elriknir í 2030.
Men harumframt verður arbeitt við enn eini grønari loysn, og tað er at brúka vetni sum brennievni heldur enn bæði olju og el. Í dag verða vetnisbusssar royndir í eitt nú Aberdeen í Skotlandi. Vetnisriknir bilar eru longu komnir til Hetlands at verða royndir í næstum.
Í Aberdeen í Skotlandi verða vetnisriknir bussar nú royndir (Mynd: Jan Müller)
Spurningurin hevur tí tikið seg upp at kunna framleiða vetni í Hetlandi at nøkta framtíðar eftirspurningin, nú bilparkin skal leggja um frá olju til grønari loysnir.
Tað eru longu fyritøkur í Hetlandi, sum arbeiða við ætlanum at framleiða vetni og sum hava søkt um stuðul frá almenna grunninum “Net Zero Hydrogen Fund”.
At kunna framleiða vetni á einum ídnaðarligum støði er eitt av endamálunum hjá Orion verkætlanini, sum verður stuðlað av myndugleikunum í Hetlandi.
Eisini Sullom Voe olju- og gassterminalurin í Hetlandi undir leiðslu av fyristøðufelagnum EnQuest eins og norska orkufyritøkan Statkraft umhugsa at fara undir framleiðslu av vetni í Hetlandi. Enn er hetta tó bert á tekniborðinum.
Ein av høvuðsorsøkunum til at spurningurin um framleiðslu av vetni nú er so nógv frammi í Hetlandi er tann, at grundarlagið undir hesi framleiðslu, elorka, skjótt er á marknaðinum, nú fleiri stórar vindmylnulundir á landi eru um at vera klárar til framleiðslu. Eisini verður nú tosað um at menna havvindorkuna, ið tá vil vera ein av høvuðsveitarunum av orku til vetnisframleiðslu.
Hetta er so eisini tað, sum føroyskir vindorkuframleiðarar umhugsa at fara undir í framtíðini og verður møguleikin m.a. nevndur í sambandi við stóru Eysturlund vindorkuætlanina hjá Effo í Eysturoynni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2023
Skotska fyritøkan Nova hevur fingið tillutað 20 milliónir evrur frá ES grunni til at menna sjóvarfalsorkuna í Orknoyggjum. Talan er um 16 turbinur til framleiðslu av sjóvarfalsorku og er við til at gera Skotland til tað fremsta á sjóvarfalsorkuøkinum. Verkætlanin verður tann størsta av sínum slag í heiminum
Nova Innovation er valt til at fáa stuðul frá ES til framleiðslu sjóvarfalsorku í Orknoyggjum til 4MW. Verkætlanin fer at gerast størsta av sínum slag við sjóvarfalsorku í heiminum skrivar Insider.co.uk. Peningurin skal brúkast til at framleiða turbinur hjá sjóvarfalsorkuídnaðinum, sum hevur høvuðssæti í Edinburgh.
Fyrsti ráðharrin í Skotlandi, Humza Yousaf sigur í eini viðmerking, at verktælanin hjá Nova í "European Marine Energy Centre" (EMEC) í Orknoyggjum fer at skunda undir menning av nýggja grøna ídnaðinum og hjálpa Skotlandi at byggja út varandi orku, sum stavar frá havinum og vera leiðandi á økinum í heiminum.
SEASTAR verkætlanin, sum hon eitur, byggir m.a. á royndirnar frá Nova Shetland Tidal Array, sum er fyrsta fylking í heiminum, ið leggur seg eftir sjóvarfalsorku. Henda byrjanarverktætlanin hevur síðani 2016 veitt streym til húsarhald og vinnufyritøkur í Hetlandi. Síðani hevur Nova ment tøknina og minkað um kostnaðin av sjóvarfalsorku við 40 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2023
Skulu m.a. vitja Sandoyar-tunnilin til tess at kanna, um hetta er ein gongd leið fyri at binda skotsku oyggjarnar saman.
Endamálið við ferðini hjá skotsku tingfólkunum er fyrst og fremst at síggja tunnilin, sum fer at knýta Streymoynna og Sandoynna saman fyri jól.
Ein gamal kenningur er við í ferðalagnum, Angus MacNeil, sum umboðar Hebridurnar í bretska parlamentinum. Hann er eisini formaður fyri “Faroe Islands Parliamentary Group.” Haraftrat eru Alistair Carmichael, limur í bretska parlamentinum umboðandi Hetland og Orknoyggjar og Ronnie Cowan umboðandi Inverclyde.
Skotar sum heild eru sera hugtiknir av føroyska tunnils undirstøðukervinum og vilja við hesi vitjanini m.a. betra um grundarlagið til tess at kunna taka støðu til, hvussu undirstøðukervið í Skotlandi skal útbyggjast og mennast, her serstakliga í Hetlandi, har ferjusamband knýtir oyggjarnar saman. Nú ferjurnar eru gamlar og skulu skiftast út, er spurningurin, um undirsjóvartunlar sum teir í Føroyum. skulu taka yvir. Tunlar fara at minka munandi um tíðina at ferðast millum ymsu oyggjarnar.
Angus MacNeil, sum fleiri ferðir hevur vitjað í Føroyum og kann kalla seg Føroyavin, heldur at Skotland hevur nógv at læra av føroyingum, sum hann rósar upp til skíggja fyri at hava bygt út undirstøðukervið við tunlum.
Hann sigur við The National, at tað kann koma at gagna Skotlandi og oyggjunum búskaparliga at brúka føroysku loysnina við tunlum heldur enn at halda fram við ferjusambandinum. Hann heldur, at føroyingar hava megnað at útbyggja undirstøðukervið sera bíliga. Hann vónar at kunn møta føroyingum, sum búgva báðumegin Sandoyartunnilin og fáa teirra hugsan um nýggju íløguna. Hann fegnast um at hava fingið loyvi til at vitjan tunnilin, áðrenn hann verður tikin í nýtslu.
MacNeil sigur tingfólkini koma eisini til Føroya fyri at kunna seg um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark til tess at vita, hvat Skotland kann læra her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2023
Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin, Henry Kissinger, doyði hósnáttina í heimi sínum í Connecticut
Henry Kissinger, fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin, er deyður í heimi sínum í Connecticut í USA. Hann gjørdist 100 ára gamal. Tað boðar ráðgevarafelag hansara, Kissinger Associates, frá í fráboðan.
Tað var táverandi forsetin í USA, Richard Nixon, sum í 1969 útnevndi Kissinger til trygdarráðgeva sín. Frá 1973 og fýra ár fram, var Kissinger amerikanskur uttanríkisráðharri undir bæði Richard Nixon og Gerald Ford.
Eftir tíðina sum uttanríkisráðharri hevur hann eitt nú skrivað bøkur, havt egið ráðgevarafelag og verið ráðgevi í fleiri førum.
Í 1973 fekk hann og táverandi leiðarin í Norðurvjetnam, Le Duc Tho, friðarheiðursløn Nobels fyri Parisavtaluna, sum hevði til endamáls at fáa vápnahvíld í lag í Vjetnamkrígnum.
Hetta var ein av teimum meira umstríddu Nobel-tilnevningunum. Tveir limir í Nobelnevndini tóku seg aftur orsaka av valinum. Og Le Duc Tho vildi heldur ikki taka ímóti heiðurslønini, tí avtalan enn ikki hevði ført til nakran frið.
Vjetnamkríggið endaði í 1975, tá Norðurvjetnam leyp á Saigon.
Henry Kissinger var eisini millummaður, tá Ísrael og Egyptaland gjørdu eina friðaravtalu í 1979.
So seint sum í juli á ár vitjaði tann hundrað ára gamli Henry Kissinger í Kina, har hann eitt nú hitti kinesiska forsetan, Xi Jinping.
Kissinger varð føddur í Týsklandi í 1923, og fekk navnið Heinz Alfred Kissinger. 15 ára gamal flýddi hann saman við familju síni undan jødajagstranini hjá nasistunum. Fyrst til London og síðan til USA.
Undir øðrum heimsbardaga vendi Kissinger aftur til Týsklands, sum amerikanskur hermaður. Her arbeiddi hann sum týðari, og var við at fanga limir í Gestapo.
Eitt stutt skifti stóð Henry Kissinger á odda fyri eini serligari nevnd, sum kongressin og Georg W. Bush, forseti, settu í 2002 fyri at fáa greiði á yvirgangsatsóknini á USA 11. september 2002.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2023
Ahed Tamimi er vorðin eitt kent andlit í mótmælingunum móti ísraelsku hersetingini av Vestara Áarbakka – hósnáttina varð hon varð hon leyslatin úr fongslinum
Ein av palestinsku fangunum, sum hósnáttina vórðu leyslatnir, er ein av kendastu aktivistunum í Palestina, hin 22 ára gamla Ahed Tamimi, sum seinastu tíðina hevur sitið fongslað í Ísrael.
Andlit hennara er málað á ein stóran málning á múrin, sum skilir Ísrael frá hersetta Vestara Áarbakka nærhendis Betlehem.
Tamimi hevur aktivt tikið lut í mótmælunum móti ísraelsku herstyrkjunum síðan hon varð barn.
22 ára gamla Ahed Tamimi umgyrd av næstringum, tá hon varð leyslatin í nátt (Mynd: EPA)
Hon varð handtikin 6. november, og hevur síðan sitið uttan atgongd til løgfrøðiliga hjálp, sigur advokaturin hjá henni við New York Times.
Síðan vápnahvíldin millum Hamas og Ísrael kom í lag, hava fleiri leyslatingar av palestinskum fangum og ísraelskum gíslum verið.
Hósnáttina var Tamimi ein av 30 palestinskum fangum úr fongslum í Ísrael, sum vórðu leyslatin í býti við 16 ísraelskar gíslar, skrivar NRK.
Leyvinnan
Tamimi er eyknevnd “leyvinnan” eftir fleiri mótmæli og samanstoytir við ísraelsku hersetingarstyrkirnar á Vestara Áarbakka.
Sum 14 ára gomul beit hon ein ísraelskan hermann í hondina meðan hann royndi at handtaka beiggja hennara. Sum 16 ára gomul gav hon einum hermanni eina oyrafiku undir eini mótmælisgongu, og hon varð sett í fongsul í eitt hálvt ár.
Eftir at hon varð leyslatin í 2018 hevur hon skrivað eina sjálvævisøgu og ferðast runt í Evropa og Miðeystri fyri at vera við í mótmælistiltøkum.
6. november í ár varð hon so aftur fongslað. Á einum rættarfundi so seint sum mánadagin varð avgjørt, at hon skuldi sita fongslað í óásetta tíð.
Tamimi hevur nógv viðhaldsfólk. Myndin er frá Fete de l'Huma festivalinum í Paris í 2018 (Mynd: EPA)
Hóttan á Instagram
Ísrael vísir á, at hon eggjar til yvirgangsatsóknir í eini dagføring á Instagram.
Síðan Hamas leyp á Ísrael 7. oktober hevur ísraelski herurin framt fleiri fongslingar á Vestara Áarbakka. Herurin sigur, at endamálið er at forða fyri fleiri yvirgangsálopum. Men hesi tiltøk hava eisini fingið fleiri mannarættindafelagsskapir at tala at, skrivar NRK.
Ahed Tamimi varð fongslað undir einum av hesum átøkunum, umleið ein mánað eftir Hamas-álopið. Fyri at hava skrivað hesi orðini: “Vit bíða eftir tykkum í øllum býum á Vestara Áarbakka, frá hebron til Jenin. Vit vilja slátra tykkum og tey fara at siga, at tað Hitler gjørdi móti tykkum var ein joke – Vit fara at drekka blóð tykkara og eta úr tykkara skøltum. Komið. Vit bíða eftir tykkum”.
Familjan hjá Tamini heldur uppá, sambært AP-tíðindastovuni, at hon ikki hevur skriva hesi orðini. Mamma hennara sigur, at kontan á Instagram hevur verið fyri dátuálopi.
Dagføringin er ikki longur sjónlig á appini og vangin hjá Tamimi er eisini horvin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2023
Finnland umhugsar nú eisini at steingja tað seinasta opna markaliðið til Russlands
Í Finnlandi síggja myndugleikarnir seg noyddar til at seta tiltøk í verk fyri at støðga vaksandi talið av fólkum, sum koma um markið úr Russlandi at leita sær friðskjól.
Finski forsætisráðharrin hevur í dag skuldsett stjórnina í Kreml fyri at skipa fyri hesum fólkastreymi, skrivar Reuters.
Umleið 900 fólk úr Afghanistan, Kenja, Marokko, Pakistan, Somalia, Syria og Jemen eru komin til Finnlands umvegis Russland bara í november mánaði. Áður plagdi hetta talið at liggja á umleið ein um dagin, hava finskir markavørðar upplýst.
Úr Finnlandi verður hetta kallað fyri eitt ‘hybridálop’ á Finnland orsaka av nýggjum mannagongdum hjá russiska markaeftirlitinum.
Finska stjórnin sigur, at Moskva førir fólkini til markið í hevndaratsókn fyri finsku avgerðina um at fara í tættari verjusamstarv við USA, tá landið gjørdist limur í Nato í apríl í ár, orsakað av russisku innrásini í Ukreina.
Finnland hevur longu stongt allar markagrindirnar til Russland uttan ta einu, men roknar framvegis við fleiri migrantum til landið. Einasta markaliðið, sum nú er opið, er Raja-Jooseppi, sum liggur heilt har norðuri í Lapplandi, á markinum eystur móti russisku Kolahálvoynni har Murmansk er høvuðsbýurin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2023
KÍ hevði møguleikarnar at avgera lykladystin, men teir hjá Slovan høvdu meira skerpni, og tað endaði 1-2 í jøvnu uppgerðini
KÍ hevði bóltin nógv og hevur ikki skapt so nógvar góðar støður í einum evropeiskum dysti síðani í summar, men tað rakk ikki til stig móti Slovan á Tórsvølli hóskvøldið.
KÍ byrjaði væl betri í lykladystinum. Heimaliðið skuldi vinna, og eftir nakrar hálvgum vandamiklar støður fyrsta korterið bragdaði hjá Mads Boe Mikkelsen. Miðvallarin rann afturum verjuketuna, fekk eina perfekta alvering frá vælleikandi Vegard Forren, trekti framvið Slovan-málverjanum og legði bóltin róligt inn í slovenska málinum við vinstra beini.
Mads Boe Mikkelsen skoraði flott mál í 17. minutti
Myndir: Sverri Egholm
KÍ spældi seg fleiri ferðir í góðar støður, men síðsta alveringin ella dribblingin kiksaðu - millum annað hjá Sivert Gussiås nakrar ferðir.
Slovan spældi seg so líðandi í fleiri støður, og nakrar ferðir var Forren síðsta forðingin.
Útjavnandi málið kom í 24. minutti, tá liðskiparin, Juraj Kucka, heldur lættliga - og nakað heppið - gjørdist fríur í KÍ-brotsteignum og skeyt væl. 1-1 var støðan í hálvleikinum.
Tað gjørdist sama søga sum í Bratislava: KÍ legði seg á odda, men Slovan svaraði aftur og vann 2-1.
Verjuspælið var heldur passivt í støðuni. Eftir hetta satsaði heimaliðið, men hóast nakrar møguleikar so endaði tað við smølum sigri til slovakisku meistararnar, ið vóru heilt kroystir í løtum.
Harvið hevur liðið hjá Magna Hoseth ikki longur møguleika at spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Síðsta uppgávan hjá KÍ í ár verður í Lille 14. desember. Lille og Slovan Bratislava eru víðari.
Jóhan Josephsen kom á vøllin í 75. minutti. Ungi áleyparin stríddist fyrimyndarliga og kom til ein góðan møguleika (Mynd: Sverri Egholm)
UEFA Europa Conference League, bólkur A
5. umfar, hósdagin 30. november:
KÍ - Slovan Bratislava 1-2 (1-1)
17' Mads Boe Mikkelsen (Vegard Forren) 1-0
24' Juraj Kucka 1-1
62' Juraj Kucka 1-2
KÍ: Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic (75' Jóhan Josephsen), Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva - René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Mads Boe Mikkelsen (64' Claes Phillip Kronberg) - Sivert Gussiås, Páll Andrasson Klettskarð
Olimpija Ljubljana - LOSC Lille 0-2 (0-1)
Støðan í bólkinum undan síðsta umfari
1. LOSC Lille 11 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2023
Fyri fyrstu ferð í ár hevði KÍ bóltin meira í evropeiskum dysti. Heimaliðið hevði millum annað eisini fleiri skotroyndir og hornaspørk enn Slovan Bratislava. Hetta varð tó ikki gagnnýtt hóskvøldið
KÍ legði seg uppiborið á odda í 17. minutti á Tórsvølli hóskvøldið, og teir í bláum byrjaðu eisini seinna hálvleik væl betri enn Slovan Bratislava. Liðformaðurin hjá Slovan, Juraj Kucka hevði javnað í 24. minutti, og ímóti leikgongdini legði royndi miðvallarin eisini útiliðið á odda 2-1, tá ein tími varð spældur.
Hetta var eftir heldur sløsut verjuspæl hjá KÍ: Gjøgnumbrot í vinstru og síðani kom eingin til Kucka sum beint innanfyri brotsteigin aftur skeyt bóltin væl framvið Nils Jonathan Johansson. Hetta lýsti kanska dystin væl: Slovan hevði meira skerpni í brotsteignum. Slovakisku meistararnir tóku av og avgreiddu álopsstøðrunar betri enn heimaliðið, ið hevði tørv á trimum stigum.
Slovenar kundu fegnast á Tórsvøllir, meðan KÍ'arnir iðraðu seg... (Mynd: Sverri Egholm)
KÍ megnaði ikki at svara aftur, hóast millum annað Sivert Gussiås hevði fleiri støður. Her hevur norski áleyaparin góða skotroynd, men málverjin hjá Slovan bjargaði hálvfluktaranum (Mynd: Sverri Egholm)
KÍ hevði bóltin meira
Almennu hagtølini hjá UEFA, umframt hagtøl hjá øðrum síðum, vísa á ein tættan dyst á Tórsvølli, og at KÍ í roynd og veru var omaná á fleiri økjum.
Hetta var evropeiski dystur nummar 13 hjá KÍ í 2023, og tann fyrsti, har liðið hjá Magna Hoseth hevði bóltin meira. Hetta hongur millum annað saman við broyttari leikskipan - tríggir á sentrala miðvøllinum heldur enn tveir - tað at KÍ var aftanfyri og/ella jagstraði góðan part av dystinum, undirlagið, dystarætlanum og eisini tí at føroyameistararnir á ymsan hátt høvdu gott tamarhald á spælinum.
56 prosent móti 44 hjá Slovan í "possesion" merkir eisini, at KÍ hevði væl fleiri avleveringar, men teir í bláum raktu eisini væl betri viðleikararnar enn Bratislava (83 prosent av avleveringunum í mun til 73 prosent) KÍ hevði eisini fleiri vandamikil álop/fleiri góðar støður, fleiri málroyndir, Slovan-málverjin noyddist at bjarga oftari, og so var munurin stórur í hornaspørkum (7-2).
Hagtølini hjá uefa.com
Og hjá livescore-síðuni "Flashscore"
Alt hetta eru góð tøl, men til dømis manglaði góðska í nøkrum hornaspørkum og fríspørkum. Serliga góðskan og fóturin hjá Árna Frederiksberg vantaðu á seinasta triðinginum, og so eisini skerpni sum heild: Tað eru tølini ovast - málini - ið telja, og Slovan var betri í brotsteigunum.
KÍ kann nú ikki longur koma víðari úr bólkinum. Í Lille 14. desember verður tó 3. plássið, meira peningur, fleiri styrkisstig og heiðurin at spæla fyri hjá Hoseth og hansara monnum. Teir skulu royna at seta seg upp til at seta eitt sterkt punktum fyri eitt flott evropeiskt ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2023
Við átta gull, trimum silvur og trimum bronsu heiðursmerkjum gjørdist HB mest vinnandi fótbóltsfelag í ár
Leygarkvøldið 4. november var finalan um Løgmanssteypið millum B68 og HB spæld á Tórsvølli, og við einum tryggum skoti í brotssparkskappingini, eftir at tað framvegis stóð á jøvnum aftaná vanliga leiktíð og umdyst, setti Hanus Sørensen úr HB endaligt punktum fyri kappingarárinum 2023.
Við brotssparkinum syrgdi Hanus Sørensen samstundis fyri, at Havnar Bóltfelag vann sítt áttanda gull heiðursmerki í ár. Samanlagt vunnu teir reyð-svørtu úr Gundadali átta gull, tríggjar silvur og tríggjar bronsukrónur.
(Mynd: Sverri Egholm)
Nummar 2 í samlaða yvirlitinum gjørdist B36 við tveimum gull, fimm silvur og tveimum bronsu, meðan KÍ endaði á 3. plássi samanlagt við tveimum gull, fýra silvur og einari bronsu.
Meðan fyrrnevndu feløg vunnu fleiri gull, so gjørdi NSÍ eisini eitt gott hál í heiðursmerkjastríðnum. Tilsamans vunnu vespurnar átta heiðursmerki í ár – eina gull, fýra silvur og tríggjar bronsu.
Samlaða heiðursmerkjabýtið fyri lands- og steypakappingarnar 2023 hjá gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum sæst her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2023
Steffen Landro er nýggjur venjari hjá 07 Vestur
Fótbóltsfelagið 07 Vestur hevur sett nýggjan venjara. Talan er um 38 ára gamla norðmannin Steffen Landro.
Hóast ungur hevur hann drúgvar royndir sum venjari. Hann varð venjari sum 22 ára gamal, og byrjari sína yrkisleið sum hjálparvenjari hjá Nest-Sotra í 2015 sum 30 ára gamal saman við Ruben Hetlevig sum høvuðsvenjara. Sum ein áhugaverd síðusøga kann nevnast, at hetta var eftir, at Michael Schjønberg var uppsagdur í felagnum.
Í 2017 varð hann settur sum høvuðsvenjari hjá Nest-Sotra. Longu í 2018 bleiv hann kosin sum ársins venjari í OBOS-deildini.
Sum venjari hevur hann staðið á odda fyri Ullensaker/Kisa, Sandnes Ulf og Nest-Sotra IL. Í Sandnes Ulf var hann venjari hjá Ára Mohr Jónsson.
07 Vestur skrivar í tíðindaskrivi, at Tór Ingar Akselsen verður hjálparvenjari, Rógvi Nónsgjógv Poulsen kropsligur venjari, Ivan Stojkovic málmansvenjari og Abraham Løkin høvuðsungdómsvenjari.
Steffen Landro kemur til Føroya 4. januar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2023
52-ára gamli toftamaðurin flutti í 2020 upp sum venjari hjá barndómsfelagnum - hetta var við at vinna á júst AB. Nú skal Øssur royna at fáa besta liðið hjá AB upp í Betrideildina aftur
Í vikuni kundi Argja Bóltfelag kunngera, at nýggjur venjari er settur til besta mansliðið, sum júst er flutt niður úr Betrideildini í 1. deild. Nýggi venjarin er eitt kent navn í føroyskum fótbólti, tí tað verður 52 ára gamli toftamaðurin og landsliðslegendan, Øssur Hansen, sum nú skal standa á odda fyri 1. deildarliðnum hjá AB. Sáttmálin millum partarnar er í fyrstu syftu galdandi í tvey ár.
Setningurin hjá Øssuri í AB verður nakað tann sami, sum hann var fyri nøkrum árum síðani í B68.
- Málið komandi kappingarár er at flyta uppaftur í bestu deildina, og síðani verður avbjóðingin at skapa eitt lið, sum megnar at varðveita eitt støðugt pláss í bestu mansdeildini. Í 2024 er ætlanin, at fleiri lokalir leikarar skulu fáa møguleikan, men samstundis viðurkennir felagið, at eisini er neyðugt at fáa onkran styrk til liðið. Hetta arbeiðið er í gongd í hesum døgum, skrivar Argja Bóltfelag.
AB flutti niður í 1. deild sum nummar níggju í Betrideildini við 18 stigum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2023
Hann hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við B36
Michal Przybylski hevur seinastu tvey árini spælt við B36, og í 2024 er hann eisini í hvítum. Hesum boðaði B36 frá í vikuni.
Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2024.
25 ára gamli miðvallarin er í fjør skrásettur fyri 30 dystir fyri B36 í landskappingini, steypakappingini og í Conference League.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2023
20 ára gamli glyvramaðurin hevur seinasta árið spælt við B68, men fer nú í ljósablátt
Jørgen Nielsen og Víkingur hava gjørt tvey ára sáttmála. Hesum boðaði Víkingur frá í vikuni.
Glyvramaðurin, sum seinasta árið hevur spælt við B68, er framrættaður leikari. Jørgen er 20 ára gamal og hevur leikt 60 dystir í Betri deildini og skorað tíggju mál. Afturat tí hevur Jørgen eisini spælt 23 U-landsdystir, har hann hevur skorað sjey mál.
Jørgen Nielsen hevur verið fastur á U21 landsliðnum í ár, sum hava fingið fleiri góð úrslit.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2023
Vandi við nýggja felagi sínum fyri fyrstu ferð mánakvøldið
Fótbóltsspælarin Ragnar Skála av Argjum verður partur av hópinum hjá Skála ÍF í Betri deildini næsta ár.
Ragnar er 23 ára gamal og hevur spælt fótbólt við AB seinastu nógvu árini. Tilsamans hevur Ragnar spælt 53 dystir í bestu mansdeildini, og hevur umboðað Føroyar á U21 landsliðnum í 2021 og 2022.
- Vit kunnu við gleði kunngerða at Ragnar Skála í gjárkvøldið hevði sína fyrstu venjing undir Mýruhjalla, og síggja fram til eitt spennandi samstarv, sigur Jóannes A. Prestá formaður í Skála Ítróttarfelag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. november 2023
31-ára gamli Jákup Jakobsen hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við barndómsfelaga. Gongst sum ætlað kemur liðskiparin uppum 200 dystir í Betrideildini í 2024
Skála brynjar seg til tilveruna í Betrideildini. Í síðstu viku varð skiftið hjá Ragnari Skála frá niðurflytarunum AB til uppflytararnar kunngjørt, og hósdagin kunngerdi felagið ein umráðandi sáttmála.
Talan er um miðverjan Jákup Jakobsen. 31-ára gamli skálamaðurin spældi 26 av teimum 27 dystunum fyri Skála í 1. deild í ár.
Samanlagt hevur Jákup spælt 187 dystir í Betrideildini, sambært FaroeSoccer. Teir flestu hava verið á Skála, men í 2020 og 2021 umboðaði Jákup Jakobsen NSÍ.
- Okkara egni Jákup Jakobsen er júst vorðin 31, og er ein av veteranunum á Skála liðnum. Jákup var liðskipari og eisini ein umráðandi stýrimaður í verjuni hjá okkum farna kappingarár. Vit gleðast tí almikið um at Jákup eisini verður partur av Skála ÍF í Betri deildini í 2024, skrivar Skála á heimasíðu sínari.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. november 2023
Tá dómarin floytaði av, stóð 9-0 á máltalvuni
Tað hevur gingið á einari leið hjá føroyska kvinnulandsliðnum í Nations League-kappingini, sum fór í gongd í september. Men í gjár riggaði einki á útivølli móti Montenegro - als einki - og tað endaði við avsmurningi, 9-0.
Liðini møttust á Tórsvølli í fyrsta umfari í hesari kappingini, og tá vann Montenegro tepurt 1-0.
Men í gjár gekk alt galið, sum kundi ganga galið.
Úrslitið av UEFA Nations League dystinum gjørdist heili 9-0 til heimaliðið, sum var á odda við trimum í steðginum.
Longu aftaná níggju minuttir vóru teir hjá Montenegro á odda 2-0, og brekkan gjørdist bara brættari og brættari, so hvørt sum dysturin leið.
Hjá okkara kvinnum var lítið og einki, ið riggaði, meðan tað til tíðir var leikandi lætt hjá vertunum at skora mál, og tá dómarin floytaði av, stóð 9-0 á máltalvuni.
Næsti dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hesum umfarinum, sum eisini er tann síðsti í hesari kappingini, verður týsdagin 5. desember, tá Aserbadjan tekur ímóti á Dalga Arena í Baku.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. desember 2023
Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia. Hetta var fjórði og seinasti HM-undankappingardysturin
Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.
Serbia var omaná fyrstu løtuna og máttu føroysku venjararnir taka leikbrá longu eftir sjey minuttir við støðuni 6-2 til Serbia. Føroyska verjan fekk illa fatur á serbisku skjúttunum og vóru ov nógvar villur í álopunum. Føroyska liðið stríddist við at koma til kjansir, og vóru hesir eisini, í ov stóran mun, brendir.
Okkara vunnu seg tó spakuliga inn í dystin og serbiska leiðslan øktist ikki í seinnu helvt av fyrra hálvleiki. Tað gekk betri við at skjóta mál, og tað vóru serliga bakkarnir Maria Nólsoy, Anna Elisabeth Weyhe og Bjørk Joensen, sum gjørdu um seg við kvikum samanspæli og gjøgnumbrotum.
Gongdin í seinna hálvleiki minti um hana í fyrra. Føroyar brendu ov illa at byrja við, og føroysku venjararnir máttu taka leikbrá eftir 11 minuttir. Hetta hjálpti um støðuna og føroyska liðið raknaði veruliga við. Føroyar minkaðu um munin frá sjey málum niður aftur í fýra mál. Høgra síða hjá Føroyum, Bjørk Joensen og Karin Egholm, gjørdu fýra skjót mál, og nú var tað Serbia, sum tók leikbrá eftir 45 minuttir við støðuni 25-21. Verjan stóð nú eisini væl, og føroyska álopsspælið var gott. Spenningur kom veruliga í aftur dystin, og bert eitt mál var á muni, tá tað restaðu árra minuttir. Føroyar høvdu møguleikar at fara við dystinunum, men vóru tíverri óhepnar og ikki nóg kaldar í avgerandi støðum. Serbia vann dystin 30-28.
Hóast tap í fýra dystum, so hevur føroyska U20-landsliðið spælt fýra gevandi landsdystir móti stórum hondbóltstjóðum hesar dagarnar í Serbia. Nógvir glottar hava verið í føroyska spælinum og er nógv gott at byggja víðari á nú hesin árgangurin verður til vaksnar leikarar næsta ár.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Bjørk F. Joensen 7
Anna Elisabeth H. Weyhe 5
Maria P. Nólsoy 5
Karina D. Heinesen 4
Bjørg á Líknargøtu 2
Inga Maria Roysdóttir 2
Sólveig Dahl 1
Lukka Arge 1
Barbara Hammer 1
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. november 2023
18-ára gamli hoyvíkingurin skoraði 13 ferðir, tá Sävehof vann á spanska Cuenca. Hákun West av Teigum og Füchse hava eisini fult stigatal í European League
Bæði føroyingafeløgini í European League hava framvegis fult stigatal, nú bert eitt umfar restar í, í bólkaspælinum í næststerkastu kappingini fyri lið hjá EHF.
Tað var serliga IK Sävehof, sum gjørdi bart í gjárkvøldið, og ein spælari skein meira enn hinir í Partille í gjár. Talan var um 18-ára gamla hoyvíkingin í hópinum, sum sambært Sävehof-fjepparum "er ein fragd at síggja".
Tað er ei undur í, tí Óli Mittún skoraði heili 13 mál móti spanska Cuenca í 40-27 sigrinum. Føroyski bakspælarin rúnarbant við sínum spæli, gjørdist greiður toppskjútti í dystinum og varð eisini kosin dagsins spælari. Hetta er ikki fyrstu ferð í ár, at Óli hevur megnað alt hetta í einum evropeiskum dysti. Oddaliðið í svensku deildini hevur fult stigatal eftir fimm umfør í European League og hevur vunnið bólkin.
Hákun skoraði í øllum trimum royndunum
Tað er sama støða hjá Füchse Berlin, sum í gjárkvøldið vann við fimm málum í Fraklandi, har millum annað Mathias Gidsel fekk frí.
Hákun West av Teigum er eykamaður fyri Hans Lindberg. Í gjár fekk 21-ára gamli hoyvíkingurin tó nógva spælitíð, og var hann - eins og í undanfarnu evropeisku dystum - effektivur. Hákun hevði trý skot av høgra vongi móti Chambrey Savoie og skoraði uppá øll trý.
Füchse Berlin kappast heilt frammi í oddinum í Bundesliguni og hevur sjey dystir á skránni fyri jól.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. november 2023
Føroya Tele-deildin, kvinnur: SÍ – Dráttur 0-3 (15-25, 17-25, 25-27)
SÍ hevur ment seg nógv síðan kappingarbyrjan, og farna leygardag fekk oddaliðið Dráttur mótstøðu, hóast setúrslitini kanska siga eina aðra søgu um tey bæði fyrstu settini. Í triðja setti hevði SÍ settbólt, sum tó ikki varð gagnnýttur.
SÍ var væl við í fyrsta setti og frammanfyri 12-11, tá Dráttur gjørdi eitt avgerandi hál við seks stigum á rað, og so var góða byrjanin hjá SÍ farin fyri skeytið. Sissal Ellefsdóttir átti tvey góð smassj móti fyrrverandi liðfeløgunum, og Tereza Kerpcarová átti onnur tvey og ein blokk. Og tá so Dráttur dró onnur fimm stig á rað eftir harðar servur frá Jórunn Elisdóttir Vang og gjørdi tað til 23-13, sá settúrslitið 25-15 kortini út sum ein avsmurningur.
Gongin í øðrum setti var ikki ólík, og aftur kostaðu tey longu hálini SÍ dýrt. Fýra stig til Drátt á rað - m.a við tveimum serviessum frá Terezu Kerpcarová - gjørdu tað til 12-7, og onnur seks á rað, har Annika Niclassen stóð fyri servunum, gjørdu tað til 18-8, og so var tað settið mest sum avgjørt.
Men í triðja setti kom veruligur spenningur í, hóast SÍ lorkaði eina 17-14 leiðslu burtur og kom afturum 17-21, eftir at tað ikki eydnaðist at fáa bilbugt við hørðu servunum frá Sillal Ellefsdóttir. Dráttur fekk síðan fýra dystarbóltar við støðuna 20-24, men Inga Helena Henriksen servaði væl fyri SÍ, sum yvirlivdi í fyrstu syftu og fekk enntá settbólt við støðuna 25-24. Tann bóltin dømdi dómarin til Drátt, sum SÍ ilskaðist eitt sindur um. Dráttur vann so eisini næstu tvey stigini og settið 27-25 og dystin 3-0.
Dráttur hevur nú vunnið á øllum hinum seks liðunum í deildini. Einasta dystin, Dráttur ikki hevur vunnið 3-0, var tann ímóti Fleyr sum Dráttur vann 3-2.
Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:
Dráttur 17 stig
Fleyr 13 stig
TB 6 stig
SÍ 6 stig
KÍF 6 stig
Mjølnir 3 stig
Ternan 0 stig
Dráttur og fleyr hava spælt seks dystir, SÍ og KÍF fimm og hini hava spælt fýra dystir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2023
VÍF spælir leygardagin og sunnudagin móti italska SSV Brixen í European Cup. Dystirnir verða leiktir í Vestmanna, og nógv verður gjørt burturúr
Í Vestmanna eru tey í holt við at fyrireika at hava evropiskar dystir fyri fyrstu ferð í 25 ár.
Í dag og í morgin spælir besta mansliðið hjá VÍF ímóti italska liðnum SSV Brixen í European Cup-kappingini. Báðir dystirnir verða leiktir í Ítróttarhøllini í Vestmanna, og teir byrja klokkan 17 báðar dagarnar.
Í sambandi við stóru dystirnar hjá vestmenningum verður nógv gjørt burturúr. Millum annað verður okkurt gott at fáa til keyps, so sum suppa og ymiskt drekkandi. Harumframt verður tombola.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2023
500 íðkarar luttóku farna vikuskiftið á fimleikafagnaðinum í Norðurlandahúsinum
Tað gjørdist Fimleikafelagið Ljósið, sum fór avstað við sigrinum í fimleikafagnaðinum, sum farna vikuskiftið hevur verið í Norðurlandahúsinum.
Ljósið lýsti evni pátrúgv við framførslu um stjørnuspeki.
Hetta var átjandu ferð, at fagnaðurin var hildin, og fjórðu ferð, at Ljósið vann.
Norðurlandahúsið hevur verið karmur um eitt heilt serligt vikuskifti, har 500 íðkarar hava undirhildið og framført tríggjar sýningar fyri fullsettum sali.
Feløgini sum luttóku vóru Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Flog og Fimleikafelagið Ljósið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. november 2023
Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen hava um vikuskiftið vunnið FM-heitið í ávikavist snar- og kviktalvi. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska tapti fyri brøðrunum í báðum kappingunum
Árligu FM-kappingarnar í skjótu talvgreinunum vóru farna vikuskiftið í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Luttøkan var góð. 37 kappaðust leygardagin í snartelving, og 50 telvarar vóru sunnudagin við í kvikkappingini. Í snarkappingini vóru ellivu umfør, og í kvikkappingini níggju.
Í snarkappingini hevur hvør telvari tríggjar minuttir í part til talvið umframt tvey sekund fyri leikin. Í kvikkappingini eru tíggju minuttir í part til talvið umframt fimm sekund fyri leikin.
Rógvi er snarmeistari
Rógvi Egilstoft vann snarkappingina leygardagin.
Hann var ósigraður í ellivu talvum; telvaði tvey jøvn og vann níggju. Javnleikirnir vóru móti Helga Dam Ziska og Heðini Gregersen.
Helgi var leingi á sigurskós, men í áttanda umfari tapti hann fyri Høgna Egilstoft Nielsen. Høgni tapti afturímóti fyri Rógva og Margari Berg.
FM snar 2023
1. Rógvi Egilstoft, ST 10 stig
2. Helgi Dam Ziska, HT 9½
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 9
4. Jón í Horni Nielsen, ST 7
5. Luitjen Akselsson Apol, HT 7
37 luttakkarar í alt.
Høgni vann kvikkappingina
Í kvikkappingini sunnudagin tók yngri bróðirin revansju. Nú var Høgni bestur. Og annan dagin á rað vann Høgni Egilstoft Nielsen á Helga Dam Ziska.
Høgni vann rættiliga sannførandi. Eitt remis móti eldra bróðrinum, og so vann hann alt hitt. Rógvi var ikki so hvassur sunnudagin. Hann tapti fyri stórmeistaranum, og umframt javnleikin móti Høgna, var eisini remis móti Luitjen Akselsson Apol og Sjúrð Thorsteinsson. Helgi tapti toppdystin fyri Høgna, men vann allar hinar.
Helgi Dam Ziska hevur sitið tungt á FM-heitunum í snar- og kviktelving, men misti nú báðar trónurnar.
Høgni og Rógvi eru í bestu vejingarstøðu eftir bæði EM-kapping og smálandakapping í seinastuni.
Somu fimm telvarar vóru fremstir báðar dagarnar.
FM kvik 2023
1. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 8½ stig
2. Helgi Dam Ziska, HT 8
3. Rógvi Egilstoft, ST 6½
4. Luitjen Akselsson Apol, HT 6½
5. Jón í Horni Nielsen, ST 6
50 luttakarar í alt
FM í snartalvi seinastu tíggju árini
2014 Helgi Dam Ziska, HT
2015 Helgi Dam Ziska, HT
2016 Helgi Dam Ziska, HT
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT
2022 Helgi Dam Ziska, HT
2023 Rógvi Egilstoft, ST
FM í kviktalvi 2019-2023
2019 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT
2022 Helgi Dam Ziska, HT
2023 Høgni Egilstoft Nielsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. november 2023