Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 30. desember 2023 | Nr. 52 | Árgangur 4 | Kr. 0,00

Gott nýggjár!

SíÐa 39

1 Leygardagur 30. desember 2023

Góðan lesihug og gott nýggjár

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Avbjóðingarnar hópa seg upp

Tað er ársins næstseinasti dagur, og onkrastaðni uttast á Tinganesi situr onkur embætismaður/-kvinna  ella ráðgevi – kanska saman við løgmanni sjálvum – og rættar tær seinastu orðingarnar og leggur onkra aftur at nýggjársrøðuni, sum er røða løgmans til Føroya fólk á ársins evsta degi. Og hóast hon ikki nýtist at vera politiskt, so verður hon tað.

Hetta verður høvið, sum løgmaður fær til at rætta kósina inn aftur eftir allar teir skaðar, sum samgonguni hevur verið fyri hetta fyrsta árið síðan nýtt landsstýri varð skipað fyri góðum ári síðan.

Tí hetta hevur verið eitt skaðaár. Tað veit løgmaður, og tað vita øll hini í samgonguni. Veljarakanningarnar prógva tað, hóast hesi somu fólk íðin greiða fólki frá, at talan “bara er um eina kanning”.

Trupulleikin hjá løgmanni er, at hann situr í samgongu við einum flokki, møguliga tveimum, sum leyp frá sínum lyftum um ikki at fara í samstarv við drápsmenninar í Kreml.

Hvat henda avgerð ger við Tjóðveldi, er ómøguligt at meta um. Er Tjóðveldi framvegis ein flokkur. Tey, sum umboða hann á tingi, eru ikki tey somu, sum tey vóru áðrenn tey bóðu veljaran um at velja seg. Spennandi verður at síggja, hvørjar avleiðingarnar verða.

Og líka so nógv, sum tey í dag kanska frøast um tey virðir, sum nakrir einstakir reiðarar kunnu skaffa heim at ríka seg og landið upp við, so gerst tað alt meira týðuligt fyri tey og fólk annars, hvat tað er fyri slag av eirindaleysum bølmennum, sum tey hava gjørt sáttmála við. Tíðindini úr Ukraina tala sítt týðuliga mál, og ræðuleikarnir tykjast bara at versna.

Og løgmaður og Javnaðarflokkurin fara at fortelja okkum, at tey valdu at geva eftir fyri trýstinum, tí at tað var frægari enn alternativið hevði verið. Tí við alternativinum høvdu vit ikki havt havnarstongsulin og helst høvdu russar framvegis sloppið at fiska í felagsøkinum, vit hava við bretar. Tað fer løgmaður at siga í nýggjársrøðu síni – eins og hann ger í longu verjurøðu síni í floksmálgagninum í gjár.

Hetta er politiski veruleikin, vit Føroya fólk skulu liva við fram til komandi løgtingsval. At límið, ið heldur saman upp á valdið herheima er, at tað er frægari enn alternativið.

Spurningurin er so, um nakað gott kann spyrjast burtur úr tí. Vónandi kann tað tað – fyrr var illa.

Tí trupulleikarnir hópa seg upp. Sjúkrahúsverkið til dømis, er nú eisini komið, sum steinur oman á byrðu, nú tað verður avdúkað hvussu illa samstarvið millum sjúkrahúsini virkar.

Ineffektivitetur og ráðaloysi tykist at valda. Søgurnar um fólk í neyð, sum verða vend í hurðini, gerast alt vanligari. Her liggur ein risastór uppgáva og bíðar.

Løgmaður verður noyddur til eisini at taka hetta mál upp í nýggjársrøðuni. Vónandi hevur hann lisið greinina, sum ein skilamaður við innliti í føroyska sjúkrahúsverkið, og núverandi stjóri fyri tvey provinssjúkrahús í Danmark, hevði í miðlunum í gjár.

Tí samanhangur má vera í okkara heilsuverki. Alt annað er tápuligt. Men er tað nakar, sum trýr uppá, at okkara politikarar megna at gera nakað við tað? Annað enn at tosa?

Við hesum orðum fara vit at ynskja løgmanni og parlamentariska støði hansara hepni við stórmálunum, sum standa fyri framman, og eisini ynskja bæði teimum og øllum okkara lesarum eitt gott nýggjár. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2432

    Lisnar síður: 9435

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 30. desember 2023

Skulu kanna leiklutin hjá aðalstjóranum - send til hús

Varhugi er um, at aðalstjórin í Heilsumálaráðnum ikki hevur hildið kravið sambært grein 9 í tænastumannalógini. Bjørgfríð Ludvig er fyribilsett sum aðalstjóri

(Savnsmynd: KvF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Turid Arge er fyribils farin til hús, og Bjørgfríð Ludvig er fyribilssett sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.

Orsøkin er, at grundaður varhugi er um, at aðalstjórin í Heilsumálaráðnum ikki hevur hildið kravið í grein 9 í tænastumannalógini.

Hesum boðaði Løgmansskrivstovan frá triðja jóladag.

Løgmansskrivstovan skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

Løgtingsins umboðsmaður gav hin 4. desember 2023 Heilsumálaráðnum eina álvarsliga átalu.

Í hesum sambandi heitti løgmansstjórin á Turid Arge aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, um at koma við einari frágreiðing um málið. Hesa frágreiðing fekk Løgmansskrivstovan tann 21. desember.

Frágreiðingin er nú viðgjørd, og Aksel V. Johannesen løgmaður hevur í dag, eftir løgfrøðiligari ráðgeving, givið Turid Arge aðalstjóra í Heilsumálaráðnum ætlanarskriv um tænastumannakanning.

Sambært ætlanarskrivinum metir Løgmansskrivstovan, at tað er grundaður varhugi um, at aðalstjórin í Heilsumálaráðnum ikki hevur hildið kravið sambært § 9 í tænastumannalógini.

Løgmaður fer tí at heita á Sorinskrivaran um at tilnevna rannsóknarleiðara, sbr. tænastumannalógini § 17, stk. 2. Eisini er ætlanin at heita á rannsóknarleiðaran um at gera eitt tilmæli sbr. tænastumannalógini § 18, stk. 6.

Turid Arge verður frítikin fyri tænastu frá dags dato og so leingi agamálið gongur.

Løgmaður hevur tikið avgerð um, at frá 1. januar 2024 verður Bjørgfríð Ludvig fyrbilssett sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.

Bjørgfríð Ludvig hevur drúgvar leiðsluroyndir, og hevur áður verið aðalstjóri í Vinnumálaráðnum (2012-2016) og seinast kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu (2016-2023).

Fram til 1. januar 2024 røkir Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum fyribils starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2023

3
Leygardagur 30. desember 2023

Tríggir av fimm føroyingum fóru til gudstænastu á jólum

Á fólkateljingini í 2011 søgdu 95 prosent av føroyingunum seg hoyra til kristindómin – 78 prosent fóru limir í fólkakirkjuni

Uni Næs, próvstur, undir gudstænastuni í Havnar kirkju jóladag (Skíggjamynd: KvF)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Meira enn 60 prosent av føroyingum vitjaðu kirkju ella samkomuhús um jólahøgtíðina.

Tollaksmessudag sendi Portalurin ein spurning til lesarar sínar fyri at frætta hvussu nógv brúka jólini til at vitja Guðs hús.

Kanningin lá úti í umleið eitt samdøgur, og seinnapartin jólaaftan kundi staðfestast, at 6.011 lesarar høvdu svarað.

[object Object]

Og av teimum søgdu 61 prosent seg fara “í kirkju/samkomu á jólum”, meðan 39 prosent søgdu seg ikki fara. Tað er tað sama sum, at trý av hvørjum fimm føroyingum vóru á gudstænastu á jólum í ár.

Sambært Hagstovuni siga 95 prosent av fólkunum seg hoyra til kristindómin. Tølini stava frá fólkateljingini í 2011. Fýra prosent søgdu seg onga trúgv hava, meðan eitt prosent av borgarunum tá søgdu seg hava aðra trúgv.

Av teimum, sum søgdu seg hoyra til kristindómin vóru góð 78 prosent limir í fólkakirkjuni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2023

4 Leygardagur 30. desember 2023

Hetlendingar øvunda føroyingum Sandoyartunnilin

Fyri mongu hetlendingarnar, sum vilja síggja undirsjóvartunlar í oyggjunum, er nýggjasti føroyski tunnilin millum Steymoy og Sandoy ein kærkomin áminning til myndugleikarnar um, at nú má Hetland fáa sín fyrsta undirsjóvartunnil

Bæði í Hetlandi og Skotlandi annars fáa lovorðini um Sandoyarrtunnilin ongan enda. Lagt verður upp til at fáa myndugleikarnar í Bretlandi at skunda undir at menna oyggjasamfeløgini við undirsjóvartunlum. Her tvey umboð fyri Skotland í bretska tjóðartinginum á vitjan í Føroyum herfyri (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta skrivar Shetland News, sum umrøður upplatingina av Sandoyartunlinum. Hetta hendir stutt eftir, at umboð úr oyggjunum Unst og Yell í Hetlandi herfyri vitjaðu í Føroyum fyri at kunna seg um tunlarnar her. Hesi umboða teir ongu íbúgvarnar í Hetlandi, sum halda, at tíðin er komin til at skifta mongu ferjurnar út við undirsjóvartunlar millum oyggjarnar. 

Tað, sum hetlendingar hava bitið merki í, er tann sannroynd, at tað bara búgva 1.200 fólk í Sandoynni, sum nú fáa ein tunnil, ið skal avloysa ferjuna.  Víst verður á í Shetland News, at nýggi føroyski undirsjóvartunnilin varð tikin í brúk sama dag, sum allar ferjur í Hetlandi vegna nógvan vind máttu liggja við bryggju.

Og henda støða hevur fingið hetlendingar at øvunda sandoyingum nýggja sambandið, sum ikki fer at verða ávirkað av nógvum vindi ella ódnarveðri annars í framtíðini. 

[object Object]

Ryan Thomson, ovasti leiðarin í North Isles sigur, at tað má vera ein góð kensla hjá íbúgvunum í Sandoynni, at kunna ferðast uttan tær avmarkinga, sum ferjur hava við sær.

- Eg eri hugtikin av tí støðu Føroyar hava, at kunna taka egnar avgerðir fyri sítt egna fólk, sigur hann og leggur aftrat, at føroyingar nýtast ikki at skula fara 814 fjórðingar burtur í annað land at bidda um ein udirsjóvartunnil.

Alistair Carmichael, sum umboðar Orknoyggjar og Hetland í bretska parlamentinum sigur, at oyggjarnar eiga at brúka Føroyar sum fyrimynd og útbyggja undirstøðukervið við m.a. undirsjóvartunlum, men tað verður eisini neyðugt at halda fram við og menna nøkur av ferjusambondunum. Stóri spurningurin er nú at kunna leggja eina skilagóða ætlan fram fyri myndugleikunum, sum bæði fevnir um tunlar og ferjur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2023

5

Størv

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024
6 Leygardagur 30. desember 2023

Nærum 2000 luttóku í tunnilsrenningini

Tunnilsrenningin eydnaðist væl, sigur ítróttafelagið Bragdið, sum skipaði fyri renningini farna hósdag

(Mynd: Bragdið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað var ein góður dagur, hósdagurin tann 21. december, tá Sandoyartunnilin lat upp, og nærum 2.000 fólk gingu ella runnu av Gomlurætt til Traðardal á Sandoynni.

Tað sigur ítróttarfelagið Bragdið, sum saman við B71 skipaði fyri tunnilsrenning, áðrenn nýggi undirsjóvartunnilin alment varð tikin í nýtslu.

Tiltakið eydnaðist væl, og fekk óvæntaða stóra undirtøku, greiðir Bragdið frá.

– Tað skuldi fyrireikast væl. Vit settu okkum í samband við Teit Samuelsen, og bóðu B71 við á fund. Eingin av okkum vistu, hvussu nógv høvdu tíð og hug at melda til, tí hetta var beint undan jólum og ein púra vanligan fyrrapart kl. 11. Tá vit so nærkast "deadline" vóru á leið 2.000 fólk á listanum. So púrasta óvæntað av okkum øllum.

– Fyri at sleppa undan ferðsluruðuleika, leigaðu vit bussar, sum koyrdu frá Tórsbreyt til Gomlurætt og heim aftur, aftan á renningina. Eisini koyrdi bussur millum Sand og Gomlurætt. Og væl var tikið undir við busstúrunum, tí tað koyrdu níggju bussar til Gomlurætt, tveir bussar av Sandi til Gomlurætt og ellivu bussar av Sandi til Tórsbreyt, skrivar felagið.

– Teinurin í tunnlinum er 10,8 kilometrar við undan- og mótbrekku, og tað kann tykjast tungt hjá teimum, sum ikki eru von at ganga. Eisini tað, at ganga í einum tunnli tykist løgið, ljóð, ljós og luftin og av tí sama vóru tað eisini fleiri, sum antin máttu geva upp ella fingu onkran skaða.

– Tíbetur vóru samarittar í tunnlinum og kundu hjálpa og tey høvdu úr at gera. Umráðandi var at trygdin var í lagi og at tunnilin var tómur kl. 13.30 og tí heintaði bussur tey, sum ikki náddu á mál, skrivar Bragdið, sum leggur afturat, at tey, sum luttóku hava stórt rós uppiborið.

Sí eisini: Myndir: Tunnilsrenning í Sandoyartunlinum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2023

7 Leygardagur 30. desember 2023

Veðurstovan: Sær ikki hugaligt út gamlaárskvøld

Regn og vindur nýggjársaftan, men um vit eru heppin, er tað mesta farið framvið á midnátt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Tað sær ikki so hugaligt út í løtuni, sum ein hevði ynskt, sigur Andrias Klein Gregoriussen, veðurmaður á Veðurstovu Føroya.

Eitt brúgvalag við regni rakar Føroyar sunnudagin, gamlaárskvøld. Hann verður um eystan og vindurin verður millum 13 og 18 metrar um sekundið tað mesta av degnum. Í støðum upp í 20 m/s.

- Um vit eru heppin, so er kanska tað mesta farið framvið á midnátt. Og um so er, minkar vindurin niður í einar 10-15 metrar um sekundið, sigur Andrias Klein Gregoriussen.

So ikki tey bestu líkindini til fýrverk, men vit kunnu vóna at fáa ein skáa um midnáttarleitið so vit kunnu fara inn í 2024 við einum braki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2023

8 Leygardagur 30. desember 2023

Nýggjar reglurr um fýrverk á nýggjárinum

Tað verður einans loyvt at skjóta fýrverk frá 31. desember til 2. januar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nýggjársdag kemur nýggj kunngerð um fýrverk í gildi, og sambært henni verða reglurnar væl strangari.

Í nýggju kunngerðini verður greitt bann og revsing fyri at nýta nreyðrakettir sum fýrverk. Eisini ásetur kunngerðin, at vanligt fýrverk bert kann skjótast frá 31. desember til 2. januar.

Eisini skal sølan vera frá 28. desember til og við 31. desember, og ikki frá 27. desember, sum tað er í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2023

9 Leygardagur 30. desember 2023

Nógvur uppgangur í Nólsoy

Óvanliga nógv brim var í Nólsoy hósdagin

(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nógvur uppgangur var í Nólsoy í vikuni. Evy Toftegaard Nielsen tók hugtakandi myndirnar seinnapartin hósdagin.

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2023

10 Leygardagur 30. desember 2023

Jobmatch í Norðurlandahúsinum

Met nógvar fyritøkur og stovnar vóru við á Jobmatch í gjár

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jobmatch var í Norðurlandahúsinum í gjár. Tað er vorðin siðvenja, at fyritøkur og almennir stovnar hava eina slíka stevnu millum jólanna, har fólk, ið leita eftir nýggjum arbeiði og avbjóðingum fáa møguleika at koma í samband við spennandi arbeiðspláss.

Í ár luttóku tilsamans 79 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar, og tað er tað mesta nakrantíð.

Jens Kr. Vang tók myndirnar. Sí fleiri her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2023

11
Leygardagur 30. desember 2023

1.191 pakkar bornir umborð á 103 skip og bátar

Sjómansmissiónin hevur givið jólapakkar til føroyska sjófólkið. Jólapakkarnir koma frá sjómanskvinnuringunum og øðrum, sum vilja gleða sjófólkið

Torleif Johannesen er sjómanstrúboðari (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eins og undanfarnu ár, hevur Føroyska Sjómansmissiónin givið jólapakkar til føroyska sjófólkið.

Fyrstu pakkarnir vóru latnir síðst í septembur, og nú vit skrivað 22. desembur kann sigast, at 1.191 pakkar eru bornir umborð á 103 skip og bátar. 

Deila vit skipini upp í bólkar, síggja teir soleiðis út:

67 fiskiskip, 23 farmaskip, 11 frálandaskip í oljuvinnuni og tvey vaktar- og bjargingarskip.

Umleið 25 av skipunum vóru burtur á jólum.

Jólapakkarnir koma frá sjómanskvinnuringunum og øðrum, sum vilja gleða sjófólkið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2023

12 Leygardagur 30. desember 2023

Fleiri húski við børnum

Hagstovan: 303 fleiri húskir við børnum eru í ár í mun til fyri tíggju árum síðan

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jólamaðurin og jólakonan høvdu meira at gera á jólum í ár enn undanfarin ár, tí fyri tíggju árum síðani vóru tað 6.267 húski við børnum.

Nógvir pakkar eru pakkaðir. Tað vóru 13.200 spent børn undir 18 ár, sum bíðaði eftir pakkum. Fyri tíggju árum síðani vóru tey 12.400.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2023

13 Leygardagur 30. desember 2023

103 fingu minni en 12.000 krónur í fjør

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna hevur svarað Henrik Old, sum vildi hava at vita, hvussu nógv fáa minni enn 12.000 krónur úr barsilsskipanini um mánaðin

(Savnsmynd: Visualhunt.com)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í 2022 fingu 103 persónar minni enn 12.000 krónur um mánaðin úr barsilsskipanini, og 158 fingu minni enn 15.000 krónur. 987 persónar vóru í barsilsskipanini ta árið.

Tað upplýsir Ingilín D. strøm, landsstýriskvinna í svari til fyrispurning hjá Henrik Old, tingmanni.

Henrik Old vildi hava at vita frá landsstýriskvinnuni hvussu nógvir persónar høvdu fingið útgjald minni enn 12.000 krónur og minni enn 15.000 krónur seinastu árini.

– Oftast verður sjóneykan sett á, at útgjaldið er ov lágt og eigur at verða hækkað. Men vit hoyra sjáldan um tey, ið av ymsum orsøkum fáa lítið og einki útgjald úr barsilsskipanini, sigur Henrik Old í viðmerking til fyrispurningin.

Í 2021 vóru 977 í barsilsskipanini, og harav fingu 109 persónar minni enn 12.000 krónur um mánaðin, meðan 157 fingu minni enn 15.000, verður upplýst í svarinum frá landsstýriskvinnuni.

Í 2020 vóru 925 persónar í barsilsskipanini, og harav fingu 116 minni enn 12.000 krónur, og 163 minni enn 15.000 krónur. Í 2019, tá 961 vóru í barsilsskipanini, fingu 142 minni enn 12.000, og 215 minni enn 15.000.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2023

14 Leygardagur 30. desember 2023

Innflutningurin av hítum minkaður

Í 2021 vóru 417 kilo av hítum innflutt, men í fjør vóru bara 361 kilo innflutt. Hagstovan kom við hagtølum um hítir annan jóladag, tá júst níggju mánaðir vóru til 26. september - dagin tá flest føroyingar eru føddir

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Annað jólakvøld fara nógv í býin at hugna sær. Tað er kanska gott at hava í huga, at 26. september — also júst um níggju mánaðir seinni — eru flestu føroyingar føddir.

September er eisini tann mánaðurin, tá ið flest hava føðingardag, sigur Hagstovan.

Innflutningurin av hítum er vaksin nakað seinastu árini, men minkaði eitt vet í fjør. Um vit eru blivin betri at brúka tær, hava vit ikki hagtøl um — enn, leggur Hagstovan skemtiliga afturat.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2023

15 Leygardagur 30. desember 2023

Jól í gamla Klakksvíkshandlinum

Mong nýttu høvi til at leita sær innar í gamla og søguliga Klakksvíkshandilin um jólini

Søga og blíðskapur í gamla Klakksvíkshandlinum um jólini. Myndir Jan Müller
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ikki er øllum plássum í Føroyum unt tann ótrúliga møguleika at hava varðveitt søguligar bygningar og teir skattir hesir hava goymt. So er í hvussu er í gomlu Klakksvíkini, har gamli Klakksvíkshandilin stendur sum ein minnisvarði yvir farna tíð, fólk  og siðir. Góð fólk og góðar kreftir í býnum hava verið so at sær komin, at tey hava megnað at varðveita hesi gomlu minni til eftirtíðina. 

Hesum kunnu vit ma. takka Norðoya Fornminnissavni/Norðoya Kunningarstovu  fyri og kom hetta til sjóndar um jólini. Gamli Klakksvíkshandilin varð partur av jólahaldinum í hesum so týðandi stað í landinum í desember mánaða. Hvørt vikuskiftið var høvi hjá klaksvíkingum, norðingum og øllum Føroya fólki at støkka inn á gólvið í hesum søguríka handli. 

Og mong leitaðu sær í handilin at gera hann til ein part av jólaupplivingunum. Eftir eitt sera væleydnað tiltak kundu tey, sum standa aftanfyri hetta Gudsgivna stað ikki lata vera við at takka teimum vitjandi  fyri ta ómetaliga góðu móttøku, sum gamli Klakksvíkshandilin hevur fingið um jólini. 

- Tað hevur verið ein fragd at síggja, hvussu tit upplivdu jól í gamla Klakksvíkshandilinum, og øll tey góðu prátaini og áhugaverdu søgurnar hava fingið okkum í sannan jólahýr.  Ein av teimum vitjandi kundi ikki lata vera við at fara á heimasíðuna hjá kunningarstovuni og takka við orðunum:

- So nostalgiskt og hugnaligt inni, har mann fer ordiliga aftur í tíðina, nógv góð minni.

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2023

16 Leygardagur 30. desember 2023

Randi Waag Jacobsen fekk ársins rósu

Ársins rósa varð handað til Randi Waag Jacobsen undan jólum. Av sínum eintingum hjálpir hon barnafamiljum og øðrum við mati og klæðum

(Mynd: Rannvá Isaksen / Norðlýsið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Av sínum eintingum, og í tí stilla, hjálpir ársins rósa barnafamiljum, einligum foreldrum, fyritíðarpensjónistum, støkum uppihaldarum og øðrum við mati og klæðum.

Tað segði Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, um ársins rósu, sum farna fríggjakvøld varð handað Randi Waag Jacobsen.

- Hon er sera vinarlig og hjálpsom, og við sínum hjartaliga lyndi ger hon alt fyri at stuðla familjum og einstaklingum, tí ongin skal sita svangur á jólum. Ársins rósa hevur seinastu árini sæð ein øktan tørv á at hjálpa, tí tað eru mong, sum hava tað trupult við at fáa pengarnar at strekkja til. Ársins rósa hevur eina Facebook síðu, sum eitur 'Yvirskot til tín'.

Her kunnu fólk seta seg í samband við ársins rósu, um tey hava gávur, sum tey ynskja at geva víðari til onnur. Tað kann m.a. vera gávukort, matur ella jólapakkar.

Seinastu vikurnar hevur tað víst seg, at tað eru mong, sum hava fingið stóra gleði av hjálpini, sum verður veitt í nærumhvørvinum, ljóðar úr grundgevingini.

Hetta er átjandu ferð, at ársins rósa varð handað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2023

17 Leygardagur 30. desember 2023

Mest skal prosjektera nýggjar ferjur til Strandferðsluna

Byggingin av Kalsoyarferjuni byrjar í 2025, og ferjan er ætlað at fara í sigling seinast í 2026

Niels Juel Arge, stjóri í Strandferðsluni, og Mourits Mohr, stjóri í Mest
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Skipasmiðjan MEST fer at prosjektera tær báðar ferjurnar, ið Strandferðslan fer undir at byggja í 2025 og frameftir. Fyri tørni fyrst stendur Kalsoyarferjan og síðani ferjan til Fugloyar- og Svínoyarleiðina.

- Vit hava valt at prosjektera ferjurnar í senn, so at skipaslag, tilfar og útgerð koma at líkjast sum mest, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.

Prosjekteringin tekur níggju mánaðar, og byggingin verður boðin út á heysti 2024. Byggingin av Kalsoyarferjuni byrjar í 2025, og ferjan er ætlað at fara í sigling seinast í 2026.

Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum fegnast um tilgongdina:

- Hetta er eitt týðandi stig á leiðini at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni, sigur landsstýrismaðurin.

Fýra veitarar blivu bodnir við til undangóðkenning, og tveir lótu tilboð inn. Av hesum metti Strandferðslan tilboðið frá MEST at vera tað besta.

- Tað er við við góðum treysti og hugi, at vit fara í gongd við at prosjektera hesar ferjurnar fyri Strandferðsluna, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2023

18
Leygardagur 30. desember 2023

Glyvursnes í Hirtshals á fyrsta sinni

Nýggjasta skipið í flotanum hjá Smyril Line verður í Føroyum fyri fyrstu ferð nýggjársaftan

Mynd: Preben Michael Rønn Andersen
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

12. december yvirtók Smyril Line farmaskipið Glyvursnes, sum felagið hevði keypt. Skipið er systurskip til farmaskipið Mistral, sum Smyril Line hevur leigað seinastu árini.

Skipið fór beinanvegin í dokk í Danmark, har skipið nú millum annað er málað.

- Hetta er nýggi liturin, sum øll farmaskipini fara at fáa so við og við, tey fara í dokk, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line.

Glyvursnes kom á fyrsta sinni til Hirtshals hósdagin.

Stjórin leggur aftrat, at næsta skipið sum skal í dokk og verður málað, er Mykines.

Glyvursnes er bygt í Týsklandi í 1999. Tað er 153,5 metrar langt og 20,6 metrar breitt.

Skipið verður sett í regluliga sigling millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals í staðin fyri Mistral.

Við Glyvursnes eigur Smyril Line nú øll seks skipini, sum reiðaríið hevur í føroyska flotanum.

[object Object]
(Mynd: Preben Michael Rønn Andersen)

[object Object]
(Mynd: Preben Michael Rønn Andersen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2023

19
Leygardagur 30. desember 2023

Frá Fiskaaling til Firum

Talan er ikki um eina alifyritøka, og tí var tørvur á einum nýggjum navni fyri partafelagið, sum hevur røtur aftur til 1970

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fiskaaling eitur nú Firum. Partafelagið Fiskaaling hevur røtur aftur til 1970 og hevur verið ein av slóðbrótarunum fyri teirri føroysku alivinnuni.

Tað er ikki minst Fiskaaling at takka, at alifeløgini hava so haldgóða vitan og alment kervi, so at tey kunnu ala og framleiða á besta hátt.

Navnið Fiskaaling kundi bent á, at talan er um alifelag, men so er ikki. Uppgáva felagsins er at skapa vitan, ið kann vera fundamentið undir eini burðardyggari alivinnu í Føroyum. Navn felagsins kann tí virka reingjandi, tá tað sigur nakað, sum ikki passar.

Tí er samleikin hjá Fiskaaling dagførdur, so at hann er meira hóskandi. Ein týðandi partur av hesum arbeiði er at geva Fiskaaling nýtt navn. Nýggja navnið er Firum.

Floygt innanhýsis er tað eitt samspæl millum FIRðir og UMhvørvi. Tvey orð, sum meira enn onnur lýsa súlurnar undir virksemi felagsins. Flest øll aling er knýtt at firðum, og flest øll vælferð hjá alidýrum og aliplantum er knýtt at umhvørvinum, og hetta er tað, sum í stóran mun myndar granskingina hjá felagnum.

Navnið hevur norðurlendskan dám, er lættsagt allastaðni og verður framborðið við m í endanum, eins og tað verður stavað. Bendingin er eisini líkatil, Firum, Firum, Firum, Firums. Við setningum kunnu vit siga, at hetta er Firum, hann skrivaði til Firum, hon arbeiðir í Firum, og gransking er arbeiðsøki Firums. At Firum líkist Føroyum er vælkomin tilvild.

Seiðakikari sum búmerki

Nýggja búmerkið er ein seiðakikari. Amboðið, sum kundi síggja niður í sjógvin, og sum dró tjøldini frá og gav vitan til at taka grundaðar avgerðir.

Nettupp hetta ger Firum. Kannar og granskar og gevur landi og fyritøkum vitan at byggja avgerðir á.

Sjálvt búmerkið er tveir fýrakantar. Ymsir á stødd, samanbundnir við strikum, tann minni inni í tí stóra.

Búmerkið vil ikki siga, hvør fýrakantur er nærri tí, sum hyggur. Við hesum skapast eitt optiskt spæl, ið vekur forvitni eftir at vita, hvat búmerkið eginliga ímyndar. Forvitni er ein hornasteinur undir øllum virkseminum hjá Firum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2023

20
Leygardagur 30. desember 2023

7.000 tons av svartkjafti til vinnuligar royndir

Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, í íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2024 er ásett, at 7.000 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2024.

Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, í íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum umsókn.

Umsóknarfreistin er á middegi mánadagin 22. januar 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2023

21 Leygardagur 30. desember 2023

Ver virkin í 31 dagar

Fjórða árið á rað verða fólk eggjað til at vera virkin í januar mánaði - nú er tað Fólkaheilsustýrið, sum skipar fyri

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Átakið ‘Virkin januar’ kann vera við til at skapa eina góða byrjan uppá 2024. ‘Virkin januar’ er ein álmanakki við 31 sálarliga heilsufremjandi uppskotum, ið kunnu styrkja sálarligu heilsuna hjá tær og teimum rundan um teg.

Fjórða árið á rað verður eggjað til at vera virkin í januar. Gransking vísir, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga er við til at verja og styrkja sálarligu heilsuna.

Fólk, sum eru virkin á ymsan hátt, hava eina betri sálarliga heilsu og kenslu av vælveru enn tey, ið ikki eru virkin, og tí hevur álmanakkin Virkin januar nógv ymisk uppskot til virksemi í januar.

Alskyns møguleikar eru fyri, hvussu álmanakkarnir kunnu brúkast og av hvørjum, og privatpersónar, arbeiðspláss, skúlar og ymiskir stovnar hava brúkt álmanakkarnar seinastu árini við stórari gleði. Álmanakkarnir eru gjørdir til børn, ung og vaksin, og endamálið er, at teir kunnu lagast til ymsar lívsumstøður og áhugamál hjá tí einstaka og tískil eisini brúkast í tann mun, ein megnar.

Uppskotini í álmanakkunum snúgva seg t.d. um at gera smáar góðar gerðir fyri onnur, fáast við tað, sum ger teg glaða/n og at leggja skíggjan burtur viðhvørt og vera meiri nærverandi.

Álmanakkarnir til børn, ung og vaksin taka støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu, ið eru “ver virkin, ver saman og ver hugbundin”, og hesir boðskapir síggjast aftur í teimum 31 uppskotunum.

Álmanakkarnir kunnu takast niður sum prent ella mynd á heimasíðuni hjá Fólkaheilsustýrinum, og uppsløg fyri hvønn dag eru eisini at finna á Facebook og Instagramsíðuni “ABC fyri sálarliga heilsu”.

Tíðindaskriv frá Fólkaheilsustýrinum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2023

22 Leygardagur 30. desember 2023

Jenny Petersen leiðari fyri barnaverndartænastuna í Vágum

Jenny, ið er útbúgvin sosialráðgevi, hevur verið leiðari hjá Barnaverndartænastuni á Skálafjørðinum síðan 2021. Hon byrjar í starvinum 2. januar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Samstarvsnevndin fyri Barnaverndartænastuna í Vágum hevur sett Jenny Petersen í starv sum leiðari fyri barnaverndartænastuna.

Jenny er útbúgvin sosialráðgevi, og hevur hon fakliga drúgvar royndir og nógva vitan á økinum. Síðan 2006 hevur hon verið í starvi sum sosialráðgevi hjá Barnaverndartænastuni á Skálafjørðinum og síðan 2021 verið leiðari har.

Sum leiðari fyri Barnaverndartænastuna kemur Jenny at mynda leiðsluna og, saman við starvsfólkunum, tað sosialfakliga og fyrisitingarliga partin, sum skal framtíðartryggja menningina og tænastustøðið fyri økið. Harumframt kemur Jenny at hava virknan leiklut í tvørfakligu verkætlanini “Saman um barnið”, sum er ein verkætlan, har kommunurnar í Vágum og stovnar hjá landinum arbeiða saman um, at tað skal gerast betri at vera barn í Vágum sum heild.

Sørvágs og Vága kommunur reka felags barnaverndartænastu sambært lóg um barnavernd. Barnaverndarumsitingin er skipað sum sjálvstøðug eind við leiðara, ið hevur ábyrgd av fakligu, starvsfólkligu- og umsitingarligu leiðsluni. Leiðarin vísir til forkvinnuna og er skrivari í samstarvsnevndini fyri Barnaverndartænastuna og hevur starvsstað í Vága kommunu.

Jenny Petersen byrjar í starvinum týsdagin 2. januar 2024.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2023

23 Leygardagur 30. desember 2023

Ungdómshúsið á Tvøroyri fingið nýggjan leiðara

Angelie Johannesen Olsen, sum byrjar í starvinum 1. januar, avloysir Arthur Djurhuus Poulsen, sum hevur fingið annað starv

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Angilie Johannesen Olsen er nýggjur leiðari á ungdómshúsinum á Tvøroyri. 

Angilie avloysir Arthur Djurhuus Poulsen, sum fyrr í ár boðaði frá, at hann hevði tikið við leiðarastarvi í bygda- og ungdómshúsinum á Strondum, har hann og familjan hava bygt sær hús, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Angilie hevur útbúgving sum heilsuhjálpari, og hevur starvast innan Bú- og heimatænastuna, seinastu 12 árini sum bólkaleiðari.

Angilie byrjar í leiðarastarvinum í ungdómshúsinum nú á nýggjárinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2023

24 Leygardagur 30. desember 2023

Miðvágs kommunusøga kemur út í bók

Talan verður um trý bind, sum eru 1.168 blaðsíður tilsamans, og býráðið í Vága kommunu hevur samtykt at lata øllum húskjum í kommununi bókina

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyri skjótt 10 árum síðan vóru fyrstu tankarnir frammi, um at fáa skriva søgurnar hjá Miðvágs og Sandavágs kommunum. Málið var fyrstu ferð fyri í býráðnum í 2016, har samtykt var at geva Sonna Jacobsen uppgávuna at skriva søgurnar.

Fyri at greiða hesa uppgávuna væl úr hondum, hevði Sonni tørv á at hava atgongd til skjalasøvnini hjá kommununum, og samstundis sum kanningararbeiðið varð gjørt, vórðu skjølini flokkað av nýggjum og rætt, sum ger, at tað er lætt at leita og granska í teimum fyri framtíðina.

Sonni Jacobsen er liðugur at skriva Miðvágs kommunusøgu, og bókin er umbrotin og tilfarið er rættlisið. Talan verður um trý bind, og við navnalista, sum er á umleið 15 blaðsíður hvør, eru bøkurnar 338, 396 og trý 384 blaðsíður ella 1.168 blaðsíður tilsamans.

Á býráðsfundinum beint fyri jól samtykti býráðið at lata øllum húskjum í Vága kommunu bókina. Tað verður gjørt við at skriva seg upp í tilmeldingarskjalinum á heimasíðuni hjá kommununi. Møguligt verður at skriva seg upp til bókina fram til mánadagin 15. januar, og so fer bókin til prentingar.

Sonni Jacobsen er byrjaður upp á arbeiðið at skriva Sandavágs kommunusøgu, og væntandi verður tann bókin liðug um eitt til hálvtannað ár. Framferðarhátturin verður tann sami, har øll skjøl verða flokkað og løgd rætt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2023

25 Leygardagur 30. desember 2023

Mærsk tekur upp aftur siglingina gjøgnum Reyðahav

Hevur fingið vissu fyri trygdini hjá manninginni umborð á skipunum, sum sigla umvegis Suez-veitina

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Skjótt fara ljósabláu skipini hjá Mærsk aftur at síggjast í Reyðahavi. Tað sæst í eini dagføring yvir siglingarætlanir á heimasíðuni hjá skipafelagnum.

Her sæst, at ein røð av skipum, sum antin eru ávegis millum Evropa og Asia, ella skjótt fara á eina slíka ferð, at tey eftir ætlan skulu sigla gjøgnum Suez-veitina og harvið eisini gjøgnum Reyðahav.

Hetta er eitt nú galdandi fyri skipini Ebba Maersk og Maersk Hangzhou, skrivar Ritzau.

Stóra danska skipafelagið valdi eftir fleiri álop á handilsskip á leiðini, eitt nú Maersk Gibraltar, at senda skipini suður um Afrika heldur enn at taka styttru leiðina gjøgnum Suez-veitina.

Men eftir tað hevur USA tikið stig til átakið Operation Prospect Guardian, sum við krígsskipum og luftverju kann verja trygdini hjá handilsskipunum á hesum týðandi leiðunum.

Hetta er helst orsøkin til, at Mærsk nú eftir øllum at døma aftur torir at brúka snarleiðina millum Asia og Evropa.

Mærsk endi sunnudagin út tíðindaskriv, har sagt varð, at felagið fyrsta dagin fór at taka upp aftur Reyðahav sum siglingarleið. Men tað vildi krevja, at felagið kundi fáa vissu fyri trygdini hjá manningini.

Tað er vápnaða Houti-rørslan, ið verður stuðlað úr Iran, ið hevur tikið ábyrgdina av álopunum á skip í Reyðahavi, eitt nú við dronum og rakettum. Houti-rørslan stuðlar Hamas í stríðnum móti Ísrael, og Houti hevur tí sagt, at tey fara at leypa á øll skip, sum hava samband við ísraelsk áhugamál, skrivar Ritzau.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2023

26 Leygardagur 30. desember 2023

Fingu ikki fíggingina upp á pláss

Tí máttu walisar á Ynys Môn lata føroyingum oyggjaleikirnar í 2027

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað vóru trupulleikar við at fáa fíggingina upp á pláss, sum vóru orsøkin til, at walisiska oyggin, Ynys Môn, tók seg aftur sum vertur fyri oyggjaleikirnar í 2027.

Tað var beint undan jólum, at tað kom fram, at Ynys Môn ikki kundi halda leikirnar, og at Føroyar høvdu tikið av áheitanini um at yvirtaka leikirnar um hálvtfjórða ár.

Les: Oyggjaleikir 2027 verða í Føroyum

Gareth Parry, sum stendur á odda fyri fyrireikingarnevndini í Ynys Môn, harmast stórliga yvir, at tey máttu taka avgerð um at lata onkran annan taka yvir at vera vertur fyri leikunum í 2027.

Orsøkin til at tey ikki síggja seg før fyri at vera vertir í 2027, er ein samanrenning av ymsum orsøkum, sum helst stava frá covid 19 farsóttini.

- Ávirkanin av farsóttini og onnur alheims viðurskifti hesi seinastu árini hava havt eina oyðileggjandi ávirkan á búskapin í Ynys Môn og Wales.

- Vit høvdu tryggjað okkum neyðugu fíggingina tá vit bjóðaðu upp á leikirnar undan covid-farsóttini, eitt nú frá lokalum myndugleikum, grunninum Charitable Trust og walisisku stjórnini. Men gjøgnumgongdin av fíggingini nýliga vísti, at tað vantar nógv í, so nógv, at vit ikki síggja okkum før fyri at gjøgnumføra leikirnar, sigur Gareth Parry vil manska miðilin Isle of Man Today.

- Vit hava arbeitt í sjey ár fyri at koma so langt, og hóast vit eru ógvuliga vónbrotin, so síggja vit ikki aðrar møguleikar enn at loyva øðrum framat. Men vit ætla framvegis, at hesir frálíku leikir einaferð skulu koma til Ynys Môn, so skjótt sum møguligt, leggur hann afturat.

Formaðurin fyri altjóða oyggjaleikanevndini, IIGA, álendingurin Jörgen Petterson skilir støðuna.

- Vaksandi kostnaðir og niðurskerjingar eru ein avbjóðing hjá øllum, sigur hann.

IIGA hámetir opinleikan, sum Ynys Môn hevur víst, og sær fram til, at oyggin kemur við einum nýggjum boði upp á leikirnar.

Á fundi í Guernsey í summar varð staðfest, at Føroyar vóru einasta boð upp á leikirnar í 2031, men tá søgdu føroyingar eisini, at teir kundi átaka sær leikirnar fyrr enn hetta, um tað var møguligt.

Nú eru Føroyar so besta boð upp á leikirnar í 2027 ístaðin, men endaliga og formliga avgerðin verður tó ikki tikin fyrr enn á fundi, tá oyggjaleikanevndin vitjar á Orknoyggjum ú summar.

Komandi oyggjaleikir vera á Orknoyggjum í 2025, og í 2029 verða teir ætlandi á Isle of Man. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2023

27 Leygardagur 30. desember 2023

Øðrvísi fyrireikingar til endaspælið

Eftir venjingina í Høllini á Hálsi lupu landsliðsspælararnir á bláman, har ymsar uppgávur skuldu loysast

Rói Berg Hansen
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Teir trívast best í høllini og við harpiksi á hondunum. Tað var eisini sum vant hjá føroysku hondbóltsmonnunum fyrr fyrr hósdagin, tá teir høvdu eina av sínum venjingum í fyrireikingunum til EM-endaspælið í Týsklandi.

Teir sluppu tó at royna seg á annan hátt eisini, tí eftir lokna venjing varð kósin sett beint út á Argir, har lopið varð á sjógv á Støðni.

Har gav Jens á Skipagøtu, málmans- og mentalvenjari, greið boð: Allir skuldu á sjógv. Har skuldu spælararnir eisini loysa ymiskar uppgávur. Talan var um eitt slag av samansjóðing men eisini eitt slag av sinnisligari venjing til at takkla ymiskar avbjóðingar.

Sverri Egholm tók myndirnar. Fleiri her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2023

28 Leygardagur 30. desember 2023

- Hevur verið gott við nakað av jólafriði

Gott fyri kroppin at líka hava frí og deiligt at tosa um annað enn hondbólt onkuntíð. Spælskiparin úr Kiel staðfestir tó, at hann nú av álvara gleðir seg til EM, har alt er gjørligt

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann hevur seinastu mánaðirnar roynt seg í Champions League og í heimsins sterkastu landskapping. Tað hevur verið stríggið til tíðir, men Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur sanniliga eisini skinið í THW Kiel.

Tíðin í týska stórfelagnum hevur eisini ment hann sum spælara og persón. Tað sigur 21-ára gamli hoyvíkingurin sjálvur í videosamrøðu við Roysni hósdagin. Sí samrøðuna her.

Ein smílandi og spentur Elias á Skipagøtu tosar um spenningin, føroysku vónirnar, tað at hava frí og alt kring EM.

Hoyr allar samrøðuna her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2023

29 Leygardagur 30. desember 2023

Helgi partur av EM-hópinum kortini

Smáskaðar gera um seg í hópinum, og venjararnir binda um heilan fingur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Helgi Hildarson Hoydal verður partur av EM-hópinum, sum skal til Berlin í januar. Helgi er innkallaður, og verða tað sostatt 19 mans, sum fara avstað til Týsklands.

Smáskaðar gera um seg í hópinum, og ynskja venjararnir at binda um heilan fingur. Helgi er tískil innkallaður.

Helgi breyt albogan í heyst, men er komin fyri seg, og spældi tveir dystir fyri Kristiansand fyri jólasteðgin. Peter Krogh og Óli Mittún hava báðir verið óhepnir og beklaðu í teirra seinasta dysti, men teir vera væntandi klárir til dystirnar í januar.

Føroyski hópurin sær soleiðis út:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Jónas Gunnarsson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

Vengur:
Rói Berg Hansen, HØJ Elite (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Ísak Vedelsbøl, H71
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Av hesum 19 vera 16 leikarar við til hvønn dyst.

Fyrireikingardystir verða móti Belgia fríggjadagin 5. januar og leygardagin 6. januar í Høllini á Hálsi, báðar dagarnar kl. 19.30. Atgongumerki til hesar dystirnar fáast á atgongumerki.fo.

Týsdagin 9. jannuar ferðast liðið til Berlin, hareftir leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Hósdagin 11. januar kl. 17: Slovenia – Føroyar
Leygardagain 13. januar kl. 19.30: Føroyar – Noreg
Mánadagin 15. januar kl. 17: Poland – Føroyar

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2023

30 Leygardagur 30. desember 2023

Jana og Viborg vóru ov stuttar í hálvfinaluni

Tað leikaði javnt á, og at enda var NFH omaná. Harvið skal Viborg spæla um bronsuna í steypakappingini í dag

Jana Mittún spældi í løtum av hálvfinaluni, og gjørdi 20-ára gamla hoyvíkskvinnan til tíðir mun fyri Viborg, sum eina løtu var á sigurskós (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Final4 í Santander Cup hjá kvinnum er á skránni í Esbjerg hetta vikuskiftið.

Tað vóru NFH og Viborg, sum løgdu fyri í hálvfinalunum í gjár. Nykøbing var í favorittleiklutinum, men roknað varð við at Viborg í minsta lagi fór at órógva.

Tað eydnaðist eisini teimum í grønum at geva NFH harða kapping um finaluplássið. Viborg byrjaði annars ógvuliga illa, og var aftanfyri 7-2, tá umleið eitt korter varð spælt. Viborg hevði tá gjørt eitt hav av tekniskum villum og vantaði rúmtu í spælinum.

Jana Mittún kom tá inn í álopið á fyrsta sinni, og var við at geva meira flog. Unga hoyvíkskvinnan legði millum annað upp til tvey mál fyri steðgin, og Viborg kom skjótt betri við í dystin.

Tað var 12-11 til Nykøbing í steðginum. Tær í gulum og bláum høvdu hug at fara avstað tíðliga í seinna hálvleiki, men so stegðaði álopsspælið fullkomiliga upp. Viborg fekk av álvara tamarhald á dystinum, og í 46. minutti fekk liðið leiðsluna á fyrsta sinni. Tað var Jana, sum breyt ígjøgnum á bakkinum og skoraði gott mál til 20-19.

20-ára gamli føroyski landsliðsspælarin brendi annars tvey skot - tað eina var eftir líknandi gott gjøgnumbrot, sum málverjin stórbjargaði.

Hóast NFH ikki skoraði í yvir átta minuttir, endaðu favorittarnir betri, og stongdu hurðina við tveimum málum seinasta minuttin. Tá brendi Viborg-vongur eftir góða fríspæling frá Janu Mittún.

Jana og Viborg noyðast skulu ístaðin spæla um 3. plássið í donsku steypakappingini í dag klokkan 12.30. Team Esbjerg og Odense Håndbold spældu um hitt finaluplássið í gjárkvøldið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2023

31 Leygardagur 30. desember 2023

Liðskiparin í Fuglafirði hevur longt

Karl Abrahamsson Løkin er júst komin uppum 300 dystir í Betrideildini. Í 2024 fer 32-ára gamli stríðsmaðurin undir sítt tólvta kappingarár fyri ÍF - argentinin Elvio Gelmini heldur eisini fram

Karl Løkin fegnast eftir ógvuliga týdningarmikla brotssparkið, sum hann skoraði móti TB í næstseinasta umfari (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Jólagávan til ÍF-fjepparar kom sjálvan jólaaftan, tá sáttmáli varð kunngjørdur við 32-ára gamla liðformannin.

- Karl og ÍF hava gjørt avtalu fyri komandi kappingarár. Hóast Karl er uppvaksin í NSÍ, so fer hann undur sítt 12. kappingarár fyri ÍF. Karl hevur hesi árini leikt heili 283 dystir fyri ÍF. Vit eru sera errin av at Karl tekur enn eitt ár fyri ÍF, skrivaði felagið á Facebook.

Karl Abrahamsson Løkin fekk sín fyrsta dyst í fremstu røð í Føroyum í 2010 - fyri NSÍ móti ÍF. Hann var við at vinna Løgmanssteypið fyri barndómsfelagið í 2017. Fyriuttan eitt stutt skifti í Víkingi og í donskum fótbólti, hevur Karl Løkin umboðað NSÍ ella ÍF.

Seinastu árini hevur Karl verið liðformaður í Fuglafirði, og timburmaðurin hevur spælt meira í miðverjuni enn á miðvøllinum seinastu tvey árini. Í ár spældi hann samanlagt 27 dystir og skoraði tvey mál fyri ÍF - tað seinna bjargaði í roynd og veru ÍF lívinum í Betrideildini, tí tað var brotsspark í yvirtíðini í næstseinasta umfari móti tætta kappingarneytanum, TB.

[object Object]
Karl eftir stóru løtuna og sigurin á TB (Mynd: Sverri Egholm)

Í 2024 skulu Karl Løkin og liðfelagirnir royna at vinna sær støðufesti í Betrideildini.

Elvio Gelmini verður helst ein umráðandi brikkur í hesum. 27-ára gamli argentinin spældi í Fuglafirði í fyrru hálvu í 2022, tá ÍF var í 1. deild, og var á liðnum alt 2023. Hart arbeiðandi miðvallarin/verjuspælarin hevur, sambært FaroeSoccer, spælt 42 dystir fyri ÍF seinastu tvey árini, og fyri jól gjørdist endaliga greitt, at Elvio heldur fram í Fløtugerði.

[object Object]
Georges Rouah og Elvio Gelmini (Mynd: ÍF)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2023

32 Leygardagur 30. desember 2023

Heðin Hansen í HB til 2025

Miðvallarin heldur fram í havnarfelagnum

(Mynd: HB)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Gøtumaðurin Heðin Hansen verður verandi í felagnum til 2025.

Tað kunngjørdi HB um jólini.

Heðin Hansen er 30 ára gamal er uppvaksin í Víkingi. Hann umboðaði HB eitt skifti í 2017 áðrenn hann aftur fór í Sarpugerð at spæla.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Undan kappingarárinum í 2020 kom hann aftur til HB, og nú heldur 30 ára gamli miðvallarin altso fram til og við kappingarárið 2025.

Í november gjørdist greitt, at italienarin Adolfo Sormani verður høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum í HB. Afturat sær hevur hann Giovanni Mazella og Gilberto Voltolina, sum verða ávíkavist hjálparvenjari og fysiskur venjari.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2023

33 Leygardagur 30. desember 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF

Skála fyrireikar seg til at spæla í bestu deildini aftur næsta kappingarár

Jóannes A. Prestá, formaður í Skála, og Markus Hellisdal
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Markus Hellisdal verður partur av toyminum á Skála Ítróttarfelag næsta kappingarár.

22. desember undirskrivaði Skála ÍF sáttmála við Markus Hellisdal. Hetta er ein týðandi partur í fyrireikingum, nú felagið fyrireikar seg at flyta upp í bestu deild komandi kappingarár.

Markus er 21 ára gamal, og hevur síni ungdómsár leikað við B36. Seinasta kappingarárið var hann partur av hópinum hjá EB/Streymi. Hann var við í 24 dystum, og hevði eina leiktíð á 1.549 minuttir í Betri Deildini.

- Vit fegnast um at Markus verður ein partur av felagnum komandi kappingarárið og ynskja honum hjartaliga tillukku við sáttmálanum, sigur Jóannes A. Prestá, formaður í Skála.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2023

34 Leygardagur 30. desember 2023

Landsliðsleikari skrivar undir við NSÍ

Julia Naomi Mortensen er flutt til Føroya aftur, og fer at spæla fótbólt í Runavík

Julia Naomi Mortensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

NSÍ hevur fingið styrk til besta kvinnulið felagsins. Felagið hevur skrivað undir við Juliu Naomi Mortensen, sum eftir at hava spælt við AaB í donskum fótbólti, nú kemur heim aftur at spæla fótbólt.

[object Object]Karstin Joensen, formaður í NSÍ, og Julia Naomi Mortensen (Mynd: NSÍ)

Julia Naomi Mortensen er 23 ára gomul, og er av Tvøroyri. Hon spældi síni ungdómsárvið TB, men flutti til HB at spæla í 2017.

Í 2021 flutti hon til Danmarkar at lesa, og byrjaði at spæla við AGF í Aarhus. Í ár hevur hon spælt við AaB í Aalborg sum fastur leikari á miðjuni. Eisini er Julia Naomi Mortensen við á A-landsliðnum.

Umframt Naomi Mortensen hevur landlsiðsleikarin Sara Samson Lamhauge eisini longt við NSÍ.

Allan Dybczak er høvuðsvenjari á besta liðnum hjá runavíkingum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2023

35 Leygardagur 30. desember 2023

Samtykt at selja HB-húsið

Eitt ognarfelag, sum verður stovnað av Poul Michelsen, skal eiga og reka felagshúsið í Gundadali

(Savnsmynd: Olaf Olsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

HB samtykti hóskvøldið einmælt á eykaaðalfundi at stovna eitt ognarfelag, sum skal eiga og reka HB-húsið.

HB sigur á heimasíðuni, at virksemið í húsinum heldur fram óbroytt.

Ognarfelagið verður formliga stovnað av Poul Michelsen, sum er ein av heiðurslimunum í felagnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2023

36 Leygardagur 30. desember 2023

Sarah Mahfoud má lata dyst frá sær

Hon velur HM-dyst fram um Danish Fight Night 13. januar

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sarah Mahfoud verður ikki við i Danish Fight Night í Royal Arena 13. januar. Tá skuldi hon boksast móti Michela Braga í einum WBC Silver-dysti.

Men fyrr í hesum mánaðinum útnevndi boksisamgongan WBC, World Boxing Council, Sarah Mahfoud til HM-dyst um WBC-heitið móti avstralsku Skye Nicolson.

Sum skilst hevur boksisamgongan sett krøv um, at Sarah Mahfoud má velja annan dystin. Tað hevur gjørt, at Sarah Mahfoud ikki fer at boksa á Danish Fight Night, boðar boksifyriskiparin Bettina Palle frá.

- Eg eri sera hørm um, at eg kortini ikki fái møguleikan at boksa í januar, og vísa meg fram fyri donsku boksiáskoðarunum. Tað er irriterandi harmiligt, men málið hevur verið at fáa ein HM-dyst aftur, og tí má eg fylgja teimum ávísingunum, sum eru settar, sigur Sarah Mahfoud.

- Eg ætli mær ikki at lata Skye Nicolson fáa HM-heitið við at møta einari aðrari mótstøðukvinnu. Hon sleppur ikki undan at boksa móti mær, og eg skal nokk blíva heimsmeistari aftur, sigur Sarah Mahfoud.

[object Object]Sarah Mahfoud er fødd í Føroyum og hevur føroyska mammu, men hevur stóran part av lívinum búð í Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2023

37 Leygardagur 30. desember 2023

Innirógvarar til DM í mars

Róðrarsambandið hevur úttikið átta ungdómsrógvarar til DM

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í samband við nýggju inniróður lógina hjá Róðrarsambandinum er sett ein úttøkunevnd at velja teir rógvarar, sum skulu umboða Føroyar á inniróður landsliðnum, at kappast í uttanlandskappingum.

Í úttøkunevndini sita Magnus Norberg, Kristian Linklett Mortansson, Jákup Joensen og landsliðsvenjarin, Sarita Kristina Hansen.

Nevndin hevur úttikið juniorrógvarar, sum skulu umboða Føroyar í Gladsaxe 20. januar, har kappast verður um danmarksmeistaraheitið í innirógving.

Næsta heimliga inniróðurkapping verður 9. mars 2023 í Høllini við Streymin, har kappast verður um Gran Prix- og FM-heitini.

Úttikin at umboða Føroyar til DM 20. januar 2024 eru:

U13 Gentur: Sirið Helena Agarsdóttir, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
U13 Dreingir: Arnar Daniel Hjaltason, Vágs Kappróðrarfelag
U14 Gentur: Olivia Mortensen, Vágs Kappróðrarfelag
U15 Gentur: Vár Fróðadóttir, Róðrarfelagið Tindur
U15 Gentur: Petra Johnsdóttir, Róðrarfelagið Tindur
U15 Dreingir: Rúnar Emil Dalsá, Róðrarfelagið Tindur
U16 Dreingir: Jónas Glerfoss Hansson, Róðrarfelagið Tindur
U18 Dreingir: André Johannesen, Róðrarfelagið Tindur

EM og HM verður í Prag, Tjekkía 23. og 24. februar. Úttøkan av rógvarum til hesa kappingina er ikki endaliga komin upp á pláss enn. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2023

38 Leygardagur 30. desember 2023

Til minnis um okkara kæra Regin Egilsson Joensen

Tað var við stórari sorg, at vit týsnáttina mistu okkara Regin, verson, mann, son og abba

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Heðin og Hjørdis Mortensen

Tað var við stórari sorg, at vit týsnáttina mistu okkara Regin, verson, mann, son og abba. Orðatakið “eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir” rennir okkum í hug, tí lítið vardi tað okkum, at Regin ikki skuldi vera millum okkara longur.

Regin, sum altíð var so blíður og hjálpsamur á øllum økjum, misti sjálvur sín pápa bert 10 ára gamal. Dreingjaárini byrjaðu við at ganga í skúla í Santa Frans Skúla, ella Nonnuskúlanum, sum hann eisini bleiv kallaður, og har fekk hann sín fyrsta lærdom til lívið. Sum unglingi hevði Regin alsk til alt, sum hevði við bilar og teknikk at gera. Kom í læru sum bilmekanikari og fekk sítt sveinastykkið til at fara víðari út í lívið við.

Hann hevði alsk til alt, sum rørdi seg á vinnuøkjum úti í heimi, serliga í oljuvinnuni. Fekk sær útbúgvina ROV-pilot, sum er viðkomandi í sambandi við arbeiði á oljuboripallum. Regin hevur virkað har í nógv ár á stórum oljupallum, bæði í Noregi og Afrika.

Eisini hevði Regin stóra útbúgving sum havkavari og var kønur í trygdarviðurskiftum á sjógvi og landi. Komin heimaftur, vóru boð eftir honum sum havkavari, millum annað tá ið tað snúði seg um aliringar og annað, so hetta gjørdist eisini ein partur av hansara lívi. Eisini vóru mangan boð eftir honum, tá ið ymiskt skuldi gerast við góðum fakligum eftirliti.

Regin var giftur við dóttur okkara, Elini, tann 30. desembur í 1995. Tey eiga trý børn, sum eru Gunn, Heðin og Karin, og abba- og ommubørnini eru fýra í tali, Frida, Edvard, Regin og Brandur. Hann var familjukærur og hansara stóðu honum sera nær, so hann ofraði alt fyri tey og hjálpti til á øllum økjum. Var tað at smíða, grava, stoypa ella annað, so var Regin altíð fúsur at hjálpa. Sera vælgjørdur var hann, so einki varð latið upp til tilvildina, tí alt skuldi gerast gott og væl.

Manga góða hjálp hevur Regin veitt okkum á trøðni, við bátinum og í summarhúsinum í Leynum, og tað var altíð við tí góða orðinum og teimum góðu ráðunum. Ja, mangan var tungt, um vit ikki hevði ein so góðan og vitugan verson.

Hugaligt var altíð at síggja vinnmenninar hjá Regini, hvussu stórt samanhaldið var millum hesar vaksnu menn, sum altíð vóru har, tá ið ástóð at hjálpa hvørjum øðrum. Altíð við skemti og stuttleika, og tú sást hvussu góðir teir vóru við hvønnannan.

Regin stóð altíð aftan fyri síni konu Elin í hennara virksemi, um tað so var í politikki, ítrótti ella øðrum uppgávum, hon tók á seg. Tunga takið var nokk veldigi framburðurin í ítróttini, sum hevur stórar avbjóðingar hvønn einasta dag, har Elin er ítróttaforseti. Altíð stóð hann har við hennara lið.

Regin hevði verið niðri og leitað sær heilsuhjálp í eina tíð, og nú var gott at koma heimaftur við góðum vónum og positivum úrsliti av tí viðgerð, hann hevði fingið. Elin og Regin komu heim tann 20. desembur, og sum tað var gott at síggja tey aftur til jóla. Øll vóru glað og lovprísaðu tí góða, sum var hent okkara familju, ið nú kundi samlast aftur um høgtíðina.

Allir vinmenninir hjá Regini gleddust eisini og gjørdu hugnaløtu fyri honum, nú teir ikki høvdu verið saman í eina rúma tíð. Gott var at síggjast aftur og tosa um framtíðina, sum nú skuldi koma hjá teimum øllum, og jólini vóru um bara tveir dagar.

Jólaaftan var familjan samlað, og vit gleddust øll og vóru takksom fyri, at vit nú høvdu fingið Regin og Elina heimaftur. Alt gekk uppá stás, sum vanligt er um jólini, og øll vóru glað.

Jóladagur kom við hvíld og friði og ætlanum fyri framtíðina, men alt hetta skuldi tíverri ikki vísa seg at halda. Um kvøldið, sum skot av himli, orkaði likamið ikki meira, og Regin varð ryktur frá okkum um náttina, bara 57 ára gamal.

Góði elskaði og fitti Regin, takk fyri alt, sum tú hevur givið okkum, og takk fyri at tú bleiv okkara versonur. Tú vart við til at geva okkum og allari familjuni ein grundvøll at standa á, og familjan var ein samlað eind.

Góðu Elin, Gunn, Heðin og Karin við familju, Jesus hjápi tykkum og okkum øllum í sorgini, nú Regin so brádliga varð tikin frá okkum. Góðu Karin og Ann-Rita, Jesus hjálpi tykkum, nú tit hava mist son og beiggja tykkara.

Hvíl í friði, góði Regin, og takk fyri alt. Tú vart okkum ein góður og kærur versonur.

Heðin og Hjørdis

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2023

39
Leygardagur 30. desember 2023

Gott nýggjár!

-

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

-

Blaðið Vikuskifti og Portalurin ynskir øllum sínum lesarum og viðskiftafólki eitt gott nýggjár við tøkk fyri brátt farna árið 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2023