Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 24. februar 2024 | Nr. 8 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Útselt eftir tveimum minuttum

SíÐa 2

1 Leygardagur 24. februar 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Kipp sangfuglin

Vit mundu vera nógv, sum vóru nær við at fáa frikadelluna í skeivan háls, tá landsverksstjórin í døgurðatíðindunum mikudagin gav landsstýrismanni sínum turt uppá.

Ovasti politiski leiðarin fekk skuldina fyri, at landsverksstjórin hevði sagt upp, ella – vísti tað seg seinni – at hann hevði søkt annað starv, og fingið tað.

Sjáldan hava vit hoyrt slíkt frá einum almennum stjóra. Tað var týðuligt, at hann var firtin – indigneraður – av sínum politiska ovasta. Tí tað, sum landsverkstjórin segði fyri opnari mikrofon var, at landsstýrismaðurin brúkti eina bílagda kostnaðarmeting frá uttanfyristandandi ráðgeva til at koma við eini prísmeting fyri suðuroyartunnilin, sum er møgulig at fáa gjøgnum politisku skipanina.

Landsverksstjórin heldur uppá, at prísurin fyri ein tunnil er mangt slíkt – ja, heldur tað tvífalda av talinum, sum landsstýrismaðurin hevur gjørt seg til talsmann fyri.

Óvanliga harðar skuldsetingar. Hvør teirra fær rætt, fáa vit ikki at vita fyrr enn tað einaferð verður koyrandi til Suðuroyar.

Men vit munnu vera fleiri, sum halda, at stjórin á Landsverki mundi vera nærri veruleikanum enn landsstýrismaðurin var.

Ikki tí at landsverksstjórin átti at vita hvat hann tosaði um, men meira tí ... ja, tað hoyrir til undantakið, at almennar byggiverkætlanir halda ta kostnaðarmetingina, sum verður upplýst í verklagslógini. Tað kemur nærum ikki fyri.

Og tað undarliga er, at tá landsstýrismaðurin varð biðin um at fyrihalda seg til ábreiðslurnar frá hansara egnu hægstu servitan, tá tað kemur til bygging, graving og boring, so tosaði hann uttanum.

Óbeinleiðis fingu vit at vita, at hetta skuldi Landsverk og landsverksstjórin als ikki blandað seg uppí. Tí tað er tikin avgerð um, at fremsti byggikunnleiki hjá tí almenna onki skal hava við hesa verkætlanina at gera. Hon er løgd í eitt partafelag, sum tekur sær av tí – og sum hevur boðað landsstýrinum frá, at tey halda at tunnilin kann gerast fyri helvtarprís av tí, ið landsins fremsti og einasti byggikunnleiki hevur mett.

Tí skuldi varskógvarin køvast – sangfuglurin kippast.

Eftir sita vit, sum ikki hava skil fyri slíkum stórætlanum, við einum illgruna um, at tað nú eru farnar sterkar kreftir í gongd, sum skulu sannføra almenningin og løgtingsins meiriluta um, at tað eigur at vera farið í gongd við størstu verkætlanina í Føroya søgu við eini undirmettari kostnaðarætlan.

Júst sum tað hevur verið gjørt so ofta áður – ræðudømini eru fleiri – har kostnaðarætlanin í upprunaligu verklagslógini ikki var nær námind tí prísinum, sum verkætlanin kostaði, tá samanum kom.

Hetta vildi landsstýrismaðurin ikki fyrihalda seg til – hóast løgtingið ferð eftir ferð hevur víst á, at skil skal fáast á hetta arbeiðið, og at tað var júst hetta, sum landsverksstjórin fekk sum høvuðsuppgávu, tá hann byrjaði í starvinum fyri skjótt fimm árum síðani.

Slíkt er at seta kikaran fyri blinda eygað. Slíkt ber yvirhøvur ikki til.

Og hetta er sami landsstýrismaður, sum á sjálvum setanardegnum boðaði frá, at farið verður undir boringina innan hetta valskeiðið er hálvrunnið! Tað er um níggju mánaðir. Er tað hetta lyftið, sum landsstýrismaðurin nú av øllum alvi roynir at halda? Hóast málsøkið straks varð tikið frá honum tá? 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 5354

    Lisnar síður: 17346

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 24. februar 2024

Útselt eftir tveimum minuttum

Tað verður fult hús í Høllini á Hálsi til HM play-off dyst 8. mai. Klokkan 12 í gjár vóru umleið 1.000 atgongumerki sett til sølu - 90 sekund seinni vóru øll umbiðin

Stórur eftirspurningur eftir at síggja føroyska manslandsliðið stríðast um HM-pláss. Dysturin á Hálsi verður 8. mai (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sum væntað var gravgangur eftir atgongumerkjum til hondbóltslandsdystin millum Føroyar og Norðurmakedonia. Dysturin í høllini á Hálsi 8. mai er tann fyrri av tveimum play-off dystunum millum londini. Vinnarin endar í HM-endaspælinum í januar 2025.

At nógv fólk hava sitið til reiðar, og at hondbóltsfepurin er stórur í Føroyum er eyðsæð. Hondbóltssambandið hevði lýst við, at atgongumerkjasølan á atgongumerki.fo byrjaði klokkan 12.00. 90 sekund seinni, ella møguliga uppaftur fyrr, vóru øll atgongumerkini umbiðin.

Hetta sást hjá fólki, sum ætlaðu at keypa sær fleiri - man kundi keypa í mesta lagið seks atgongumerki í senn - vóru inni beint eftir klokkan 12, ella enntá sótu til reiðar 12. HSF váttar, at tað tók umleið hálvan annan minutt at selja alt. Samanlagt vóru góð 900 atgongumerki sett til sølu á middegi í dag.

Harvið verður fullsett til dystin, og Hondbóltssambandið hevði helst fingið selt mangt slíkt.

[object Object]

(Skíggjamynd: atgongumerki.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2024

3 Leygardagur 24. februar 2024

Hatta vildi Sigurd ikki standa modell til

Tá Dennis Holm, landsstýrismaður, brúkar onnur ráð enn ráðini hjá Landsverki, gjørdist tað ov mikið fyri stjóran á Landsverki

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum, sum er beinleiðis orsøkin til, at Sigurd L. Lamhauge nú hevur sagt seg úr starvi sum stjóri í Landsverki.

Tað greiddi hann frá í útvarpinum á døgurða mikudagin.

[object Object]Sigurd L. Lamhauge (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sigurd metir tað sum eitt misálit á seg og á stovnin, sum hann hevur varðað av, at landsstýrismaðurin ikki vil lurta eftir ráðunum, ið hann hevur fingið frá sínum egna stovni, men í staðin leitar sær onnur ráð fyri at kunna vísa á, at ein Suðuroyartunnil kann gerast fyri 3,4 milliardir heldur enn nógv oman fyri fimm milliardir, sum Landsverk hevur víst á.

- Tá eg varð settur sum stjóri á Landsverki, var mín uppgáva at skipa stovnin av nýggjum, soleiðis at vit sleppa undan, at verkætlanir, sum eru undirbjóðaðar, verða settar í gongd. Hesari uppgávu meti eg meg vera komin ígjøgnum.

Kostar helst 10 milliardir

- At ganga runt og billa Føroya fólki inn, at ein Suðuroyartunnil kann gerast fyri 3,4 milliardir krónur ber slett ikki til. Okkara tal upp á 5,4 milliardir er eisini ov lágt sett. Ongin Suðuroyartunnil verður bygdur fyri fyri minni enn 6 til 10 milliardir.

- Hetta er í stríð við tað arbeiði vit skipanina, sum vit royna at seta í verk, nevniliga at forða fyri, at arbeiði verða sett í gongd uttan at kenna tann veruliga kostnaðin, segði Sigurd L. Lamhauge í samrøðu við útvarpið á døgurða.

Sigurð L. Lamhauge varð settur í áramálssett starv sum stjóri í Landsverki 1. oktober 2019. Starvssetan hansara hevði sostatt runnið út 1. oktober í ár. 

Kostnaðarmetingin á 3,4 milliardir kom fram í einum tíðindaskrivi frá Pf. Suðuroyartunnilin 8. desember. Sí her: 3,4 milliardir fyri ein suðuroyartunnil


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2024

4 Leygardagur 24. februar 2024

Úr Landsverki til IRF

Tekur við eftir Poul Andrias Joensen, sum hevur stjórnað IRF síðan 1992

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Úr almennum stovni til ein interkommunalan stovn. Bert tveir tímar eftir at tað kom fram, at Sigurd L. Lamhauge hevur sagt upp sum stjóri í Landsverki, komu boðini um, hvat hann ístaðin fer at gera.

Seinnapartin mikudagin boðaði internationali renovasjónsfelagsskapurin, IRF, frá, at Sigurð L. Lamhauge er settur sum nýggjur stjóri eftir Poul Andrias Joensen, ið fer frá vegna aldur.

Hetta merkir helst, at Sigurð L. Lamhauge hevur bíðað til setanin í IRF fall upp á pláss áðrenn hann boðaði starvsfólkinum á Landsverki og almenninginum frá, at hann gevst sum landsverksstjóri. Starvssetanin hjá stjóranum gekk annars út 1. oktober í ár.

Sigurd er útbúgvin elektro-mekanikari, verkfrøðingur og er master í leiðslu. Sigurd hevur starvast í nógvum ymiskum verkætlanum, sum ráðgevandi verkfrøðingur í Føroyum og uttanlands. 

Til nýggjur stjóri er settur á Landsverki, røkir fíggjarleiðarin, Marjun Weihe Thomassen, stjórauppgávurnar á Landsverki.

[object Object]Marjun Weihe Thomassen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2024

5

Størv

Juniormeistari til Smyril Line

Meira Umsóknarfreist: 31. desember 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Arbeiðsfólk til kassavirkið á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. november 2024

Sjúkrarøktarfrøðingur til Fyribyrgjandi Heimavitjanir

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

KJ søkir elektrikara og/ella automatikmekanikara

Meira Umsóknarfreist: 15. november 2024

Lærlingur til KT Landsins á Gjaldstovuni

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Lærarar til Miðnám í Suðuroy

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Skipanarumsitari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Arbeiðsleiðari til tunnilsarbeiði

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024
6 Leygardagur 24. februar 2024

Anfinn Kallsberg deyður, 76 ár

Fyrrverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, er deyður

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, er deyður. Hann gjørdist 76 ára gamal.

Anfinn Kallsberg var løgmaður frá árini 1998 til 2004, og var fyrstu ferð valdur á ting í 1980.

Árini til hann gjørdist løgmaður, hevði hann nógvar álitissessir.

Anfinn Kallsberg var løgtingsformaður árini 1991-1993. Landsstýrismaður 1983-1985, januar-juni 1989 og juni 1996 - mai 1998. Nevndarsess í Norðurlandaráðnum januar - juli 1991, og frá juli 1994 til 1998. Limur í stýrinum fyri Klaksvíkar sjúkrahús 1991-1996 og bygdarráðsformaður á Viðareiði 1974-1980.

Hann var giftur Berghild Kallsberg og saman fingu tey trý børn.

Minningarorð eru at lesa aftast í hesum blað

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2024

7 Leygardagur 24. februar 2024

Dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi byrjar næsta mánadag

Tað hevur verið útsett nakrar ferðir, men nú eru øll viðurskifti komin uppá pláss, soleiðis at til ber at fara í gongd skjótt

- Leiðslan fyri Sjúkrahúsverkið hevur saman við fakfólki á økinum, arbeitt við at skipa eina trygga og góða dialysuviðgerð á dialysusatelittinum á Suðuroyar sjúkrahúsi, skrivar Heilsumálaráðið
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað skuldi byrja síðsta summar, men so varð ikki. Tað varð síðani sagt fyrr í vetur, men tað gjørdist eisini av ongum vegna serliga lønarviðurskifti. Tíðliga í ár fingu tey, ið hava tørv á dialysu, at vita, at fyrst í februar fór at verða klárt.

Nú er endaliga greitt, at dialysuviðgerin á Suðuroyar Sjúkrahúsi byrjar mánadagin 4. mars. Hesum boðaði Heilsumálaráðið í øllum førum frá í skrivi á heimasíðuni í hósdagin.

- Eg eri fegin um, at tað nú er greitt, nær dialysuviðgerðin á Suðuroyar sjúkrahúsi byrjar. Hetta hevur stóran týdning fyri teir borgarar, ið hava tørv á dialysuviðgerð í Suðuroy.

Soleiðis sigur Margit Stóra, landsstýriskvinna, við hmr.fo. Tað er leiðslan fyri Sjúkrahúsverkið, sum hevur staðfest at til ber at byrja um hálva aðru viku.

[object Object]
Margit Stóra (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Tað hevur verið stríggið hjá Heilsuverkinum at fingið uppá pláss, og tað hevur verið stríggið fyri borgarar, ið tørva viðgerð, og fyri familjur teirra.

Nú vissar Heilsumálaráðið um, at øll viðurskifti nú eru komin uppá pláss, soleiðis at virksemið kann byrja 4. mars.

- Leiðslan fyri Sjúkrahúsverkið hevur saman við fakfólki á økinum, arbeitt við at skipa eina trygga og góða dialysuviðgerð á dialysusatelittinum á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Dialysuviðgerðin í Suðuroy verður framd undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum á Landssjúkrahúsinum.

Sambært tí sum hevur verið frammí í Degi & Viku, eru tað í løtuni eru tað tríggir suðuroyingar, sum hava tørv á dialysu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2024

8
Leygardagur 24. februar 2024

Kappingarráðið góðkent yvirtøkuna hjá Pelagos av Faroe Pelagic

Í november tók Kappingareftirlitið avgerð um at kanna yvirtøkuna nærri, og 7. februar varð avgjørt at góðkenna yvirtøkuna

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kappingarráðið hevur á fundi tann 7 februar 2024 avgjørt at góðkenna yvirtøkuna hjá Pf. Pelagos av Pf. P.P. Faroe Pelagic.

Kappingareftirlitið tók avgerð um at kanna yvirtøkuna nærri tann 17. november 2023, tí fáir keyparar eru á viðkomandi marknaði, samstundis sum tað er ein lógarásett skylda at landa og avreiða um føroyskan bryggjukant.

Kappingareftirlitið hevur nú kannað yvirtøkuna, og er komið til ta niðurstøðu, at yvirtøkan eigur at góðkennast uttan treytir. Hóast marknaðarpartar og miðsavning geva ábending um, at virkna kappingin verður avmarkað av yvirtøkuni, vísir samlaða greiningin av kappingarligu umstøðunum, at yvirtøkan eigur at góðkennast.

Samstundis førir yvirtøkan við sær munandi virknisfyrimunir, tí nøgdin og dygdin á framleiðsluni verður betri. Mett verður, at hesir fyrimunir hava eitt virði, ið liggur millum 200 og 300 mió. kr.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2024

9 Leygardagur 24. februar 2024

Nú skulu fleiri fyritøkur við í Samleikan

Talgildu Føroyar lækka prísin fyri at brúka Samleikan sum innritan. Hetta fyri at fáa smærri fyritøkur við

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Talgildu Føroyar hava gjørt av at lækka prísin at brúka Samleikan sum innritan. Príslækkingin skal eggja fleiri smærri fyritøkum at brúka Samleikan.

Fyritøkur rinda fyri at brúka Samleikan sum innritan til sínar talgildu tænastur, meðan hann er ókeypis hjá brúkarum.

Kostnaðurin fyri Samleikan er skipaður eftir støddini á fyritøkunum og er býttur í trý. Nýggi prísurin gevur eina munandi príslækking á ávikavist 75 og 44 prosent til bólk 1 og 2, sum eru smáar og miðalstórar fyritøkur. Fyri bólk 1 fer kostnaðurin úr 20.000 krónum um árið niður í 5.000 krónur, og fyri bólki 2 fer kostnaðurin úr 45.000 krónur niður í 25.000 krónur um árið. Talan er um fastprísskipan, so ongar óvæntaðar meirútreiðslur eru.

Samleikin er væl móttikin í samfelagnum. 45.000 fólk hava skrásett seg og brúka Samleikan, tá ið tey rita inn á Vangan, Borgaragluggan, trygging og netbankar. 

KT-felagið hevur gjørt vart við, at kostnaðurin fyri smærri fyritøkur hevur verið ov høgur. Hetta hava Talgildu Føroyar tikið til eftirtektar og tí broytt kostnaðin, so enn fleiri talgildar tænastur fara at brúka Samleikan sum innritan, og samfelagið fær enn størri ágóða av talgildingini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2024

10 Leygardagur 24. februar 2024

Í fjórða hvørjum húski býr bara eitt fólk

Við ársbyrjan vóru góð 19.300 húski í Føroyum - 2.500 fleiri enn fyri tíggju árum síðani

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Við ársbyrjan vóru góð 19.300 húski í Føroyum, ið eru 2.500 fleiri enn fyri tíggju árum síðani. Í sama tíðarskeiði er fólkatalið vaksið við yvir 6.000 fólkum, skrivar Hagstovan.

Í fjórða hvørjum húski býr bara eitt fólk. Hetta er størsti húskisbólkur. Av teimum 2.500 húskjunum, sum eru komin aftrat seinastu tíggju árini, er lítil helvt støk húski.

Næststørsti húskisbólkur, sum er nærum líka stórur sum tey støku, er húskisbólkurin tvey vaksin uttan børn. Við ársbyrjan vóru tey 4.800 í tali, sum svarar til ein lítlan fjórðing av øllum húskjunum.

Hesir báðir húskisbólkar eru yvir helvtina av øllum húskjum. Í tveimum triðingum av húskjunum búgva sostatt eingi børn.

Lutfalsliga er tað húskisbólkurin við einum vaksnum, sum er vaksin mest seinastu tíggju árini við einum vøkstri á 27 prosentum, skrivar Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2024

11 Leygardagur 24. februar 2024

239.705 krónur til børnini

Gallaveitslan hjá Team Rynkeby Føroyar var á Hotel Føroyum leygarkvøldið

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein rimmar gallaveitsla var á Hotel Føroyum leygarkvøldið 17. februar. Tá samanteljingin var liðug, vóru 239.705 krónur komnar inn, boðaði Rynkeby frá í tíðindaskrivi.

Team Rynkeby Føroyar skrivar, at hvør innkomin króna fer til at hjálpa føroyskum børnum, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum, familjum teirra og til gransking í hesum sjúkum í Føroyum.

[object Object](Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2024

12 Leygardagur 24. februar 2024

Innflutningurin minkaður knappar 400 milliónir krónur

Samlaði vøruinnflutningurin var 11,8 milliardir krónur í 2023, ið er 3,3 prosent lægri enn í 2022, skrivar Hagstovan

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Samlaði vøruinnflutningurin í 2023 var 11,8 milliardir krónur - 3,3 prosent lægri enn í 2022.

Uttan skip og flogfør var innflutningurin í fjør 10,5 milliardir krónur, ið er 3,9 prosent lægri enn árið fyri.

Prísurin á brennievni var nakað lægri í 2023 enn í 2022. Innflutningsvirðið á brennievni er minkað 530 milliónir krónur, ella 23,2 prosent.

Stórur vøkstur var í innflutninginum av rávøru til fiskavirking og tilfari til hav og landbúnað. Her vaks innflutningurin ávikavist 226 milliónir krónur og 135 milliónir krónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2024

13 Leygardagur 24. februar 2024

Skulu framvegis flyta klokkuna í Føroyum

Landsstýrismaðurin við lógarmálum hevur lýst kunngerð um summartíð fram til 2028

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Síðan 1980 hava vit á hvørjum ári skift yvir til summartíð í Føroyum, og tað fara vit eisini at gera komandi fimm árini.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum hevur nevniliga sent út kunngerð um summartíð fyri 2024, 2025, 2026, 2027 og 2028, skrivar Kringvarpið.

Tað hevur verið kjak um at gevast við summartíð- og vetrartíð. Í 2022 segði Bárður á Steig Nielsen, táverandi løgmaður, at hann helt, at tíðin var farin frá at flyta klokkuna. Heldur áttu vit at farið yvir til varandi summartíð, segði hann.

Tá Bárður á Steig Nielsen fyri tveimum árum síðani lýsti kunngerð um summartíð, var hon bert galdandi í tvey ár og ikki fimm, eins og undanfarnar kunngerðir um summartíð. Men við nýggju kunngerðini hjá landsstýrismanninum við lógarmálum er greitt, at vit 31. mars aftur skulu flyta klokkuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2024

14 Leygardagur 24. februar 2024

NeXum úr Runavíkar kommunuskúla vann SkúlaFM

Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen høvdu hugskot til eina app, sum skal gera tað lættari fyri ung at finna arbeiði

Petra Jonhardsdóttir Geyti, Leivur Lassen, Miriam Bogadóttir Brekku og Luna Klein Joensen (Mynd: Íverksetarahúsið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Eitt gott hugskot, sum kann verða við at loysa eina samfelagsavbjóðing, sum samfelagið, vinnan og tey ungu kenna væl til, so greið vóru skotsmálini, sum dómarnir góvu vinnarunum NeXum, tá tey í dag vunnu SkúlaFM 2024.

SkúlaFM er árliga kappingin, ið Íverksetarahúsið skipar fyri, har skúlanæmingar í framhaldsdeildunum kring alt landið, kappast í íverksetan. Finalan var í gjár í Varpinum í Klaksvík.

Bólkurin NeXum hevði eitt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung at finna arbeiði. Bólkurin, NeXum, kemur frá Runavíkar Kommunuskúla og stovnararnir eru; Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen.

Nummar tvey gjørdist Keliheim frá Skúlanum av Løgmannabreyt. Eisini tey fingu sera góð skotsmál frá dómarunum, fyri teirra hugskot, sum var ein tænasta, sum byggir brúgv millum djóraeigarar, ið hava tørv á at fáa síni kelidjór ansað og áhugaðar ansarar.

Nummar trý gjørdist Taste of sea úr Skúlanum á Giljanesi. Eisini tey fingu sera góð skotsmál frá dómarunum, fyri teirra hugskot. Tey høvdu ment ymiskar heilsugóðar vørur úr turkaðum laksi.

[object Object](Mynd: Íverksetarahúsið)

Vinnandi bólkur fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark. Hendan kappingin verður í apríl. Betri og Føroyar Tele góvu 5.000 krónur hvør til vinnandi bólkin. Nummar tvey og trý fingu somuleiðis vinning á ávíkavist 1.500 og 1.000 krónur.

Í ár vóru seks bólkar við í finaluni, sum hesaferð varð hildin í Varpinum í Klaksvík.

Dómararnir vístu á, at tað var sera torført at taka dagar ímillum luttakandi bólkarnar, tí støði var so mikið høgt. Harafturat vístu dómararnir á, at støðið tykist at hækka fyri hvørt ár.

Í dómsnevndini sótu Høgni Warberg, fulltrúi í barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen, Oluffa Olufsdóttir frá Betri Banka og Lív Egilsdóttir Olsen frá Føroya Tele.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2024

15 Leygardagur 24. februar 2024

Hava savnað undirskriftir um tunnil til Skúvoyar

– Um ikki Skúvoy fær eina íbinding frá komandi Suðuroyartunnilinum, so hevur okkara oyggj ikki langa tíð eftir, har fólk búgva, siga skúvoyingar

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Um ikki Skúvoy fær eina íbinding frá komandi Suðuroyartunnilinum, so hevur okkara oyggj ikki langa tíð eftir, har fólk búgva.

Hetta er boðskapurin, sum skúvoyingar nú gjøgnum undirskriftsinnsavnan geva landsstýrið og løgtingið.

Skúvoyingarnir hava savnað undirskriftir saman fyri at gera vart við at en teymur upp í Skúgvi ikki er við i verandi verkætla fyri Suðuroyartunnilin. M.a vísa teir á, at tað er órógvandi, at einki hoyrist frá politikarunum, og harumframt eru teir vitandi um, at partar av nevndini í tunnilstoyminum ikki eru serliga áhugaði í at gera tunnil til Skúvoyar.

– Men ein góð loysn liggur klár, so ein íbinding til Skúvoyar ber væl til, um viljin er til staðar, leggja skúvoyingarnir dent á í skrivi til politikararnir.

Teir vísa á, at um tunnilin kemur til Skúvoyar eru minni útreiðslur, tí m.a skip, atløguumstøðir og lønir til manning og avgreiðslufólk í longdini er dýrari enn ein íbinding frá Suðuroyartunnilinum. Eisini verður víst á, at nógvir túrar verða avlýstir orsakað av vánaligum líkindum, so trupulleikarnir verða ikki loystir við einum nýggjum skipi eina.

– Vit heita tí so inniliga á politikararnar um at samtykkja, at tunnilin skal upp í Skúgvi, so vit eisini kunnu síggja eina ljósa framtið fyri okkum og okkara oyggj.

Aksel V. Johannesen løgmaður, fekk handað undirskriftirnar mánadagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2024

16 Leygardagur 24. februar 2024

Suðuroyar Sparikassi betrar munandi um ársúrslitið

Eftir skatt var ársúrslitið í fjør 6,1 milliónir krónur, sum er góðar fýra milliónir betri enn í fjør

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2023 eftir skatt var 6,1 milliónir krónur. Í 2022 var úrslitið 1,9 milliónir krónur.

Ein høvuðsorsøk til betraða ársúrslitið 2023 er, at inntøkurnar frá virðisbrøvunum vuksu við 4,7 milliónum frá 2022 til 2023, sigur sparikassin í tíðindaskrivi.

Í 2022 góvu virðisbrøvini eitt tap á 1,2 milliónir krónur, meðan tey í 2023 góvu ein vinning á 3,5 milliónir.

- Í 2023 høvdu vit viðvind á nógvum frontum, eitt nú innan virðisbrøv og rentur á virðisbrøvum fyri fyrstu ferð hesi skjótt 20 árini, sum eg havi verið stjóri. Tó meta vit, at 2023 var eitt serliga heldigt ár og hetta ikki verður gongdin framyvir, sigur Søren L. Bruhn, stjóri.

Grundraksturin øktist úr 5,8 milliónum krkrónum í 2022 upp í 9,8 milliónir í 2023, ella við 59 prosentum. Útlánini hækkaðu við 7,8 prosentum í 2023, innlánini hækkaðu við 1,3 prosentum.

Realkedittfíggjað lán lækkaðu við 10 prosentum. Í dag eru 23 prosentum av øllum 1. veðrættum fíggjað við realkreditt – fyri fimm árum síðani var hetta talið 0 prosent. Komandi árini væntar Suðuroyar Sparikassi stóran vøkstur innan realkreditt

- Solvensurin øktist úr 22,3 prosentum upp í 25,0 prosent. Vit eru enn í holt við at bjálva okkum til at liva upp til hørðu kapitalkrøvini í 2025, sigur sparikassin.

Suðuroyar Sparikassi livir longu nú upp til lógarkravið fyri solvensin í 2025, afturat hesum kemur eitt ætlað fríholt á 4,3 prosent stig, soleiðis at solvensmálið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2025 er 25,0 prosent.

Komandi árini verða eitt nú kapitalkrøvini herd, so neyðugt er at vera væl bjálvaður, tí alt hetta fer at ávirka solvensin. Suðuroyar Sparikassi arbeiðir støðugt við at lúka nýggju krøvini. Suðuroyar Sparikassi væntar, at úrslitið fyri 2024 verður positivt við á leið 5,5 til 6,5 milliónir fyri skatt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2024

17 Leygardagur 24. februar 2024

Landssjúkrahúsið 100 ár

100 ár eru liðin síðani flutt varð inn í Dronning Alexandrines Hospital í Havn

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í gjár vóru 100 ár liðin síðani flutt varð inn í Dronning Alexandrines Hospital í Havn. Áðrenn hetta varð húsast í Færø Amts Hospital – nú vanliga nevnt Gamla Hospital – í Lágabø.

Undir hátíðarhaldinum tann 23. februar 1924, har Alexandrine drotning var til staðar, bað løgtingsmaðurin Johan Hendrik Poulsen, vegna Føroya Løgting, drotningina um loyvi at nevna hospitalið Dronning Alexandrines Hospital.

Soleiðis kom tað at eita, til tað í 1962 fekk navnið Landssjúkrahúsið.

Tá flutt varð inn í 1924 starvaðust 28 fólk á hospitalinum. Í dag starvast um túsund fólk á Landssjúkrahúsinum.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2024

18
Leygardagur 24. februar 2024

Útisiglarar hava vunnið drúgt sakarmál

Heilsutrygd sleppur ikki í Hægstarætt við ósemju um heilsutrygdargjald

(Tilvildarlig mynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danska Processbevillingsnævnet hevur á fundi 7. feburar, tikið avgerð um, at Heilsutrygd ikki sleppur ikki í Hægstarætt við málinum um heilsutrygdargjald.

Hetta málið hevur skjótt 12 ára á baki. Grundin til málið er, at Føroya Løgting hevur samtykt at Føroyar, ígjøgnum Danmark, skulu vera partur av norðurlendska samstarvinum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er gjørt við bæði tvískattavataluni og norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd.

Hesin sáttmálin sigur at ein persónur er sosialt tryggjaður í tí landi hann arbeiðir. At vera sosialt tryggjaður er at hava rætt til barsil, sjúkrapengar, sosialar veitingar o.s.fr. í arbeiðslandinum. Afturfyri hevur persónurin ikki rætt til gjøld í bústaðarlandinum. Møguligt er sostatt ikki at fáa dupult útgjald, og tí er heldur ikki heimild at krevja inngjald í báðum londum.  

Heilsutrygd hevur frá byrjan noktað at viðurkenna, at onki heilsutrygdargjald skal vera goldið, tá føroyingur arbeiðir í øðrum norðurlandi.

Málið var fyrst fyri í kærunevndini, sum kom til, at Heilsutrygd ikki kann krevja heilsutrygdargjald frá persóni, ið er sosialt tryggjaður í øðrum norðurlandi. Kærunevndin viðgjørdi fleiri tíggjutals kærur um hetta.

Heilsutrygd valdi hereftir at stevna tveimum persónum, sum fingu viðhald í kærunevndini. Heilsutrygd segði, at hesi bæði málini eru umboðandi og tí skuldi rætturin takað støðu til hesi málini.

Føroya Rættur staðfesti avgerðina hjá kærunevndini, um at Heilsutrygd ikki kann krevja heilsutrygdargjald.  

Haðani fór málið í Eystara landsrætt, sum staðfesti, at Heilsutrygd hevur stevnt skeivum persónum. Eystari Landsrættur segði, at Heilsutrygd átti at stevnt Kærunevndini.

Í Eystara Landsrætti varð stjórin í Heilsutrygd spurdur av dómaranum hví júst hesir tveir persónarnir vóru valdir út til rættarsak. Stjórin, Egil á Bø, segði, at annar av persónunum er valdur, tí málið hjá honum er umboðandi, og hin persónurin er valdur tí viðkomandi hevur verði ein framstandandi persónur í Antares, ið er áhugafelag fyri persónar, sum sigla við útlendskum skipum.

Hetta drúgva málið sær tí til til at hava fingið ein enda, fyribils í øllumførum. Bíðað verður nú eftir at Heilsutrygd fer undir at endurgjalda teimum persónum, sum av órøttum hava goldið heilsutrygdargjald. Seinasta metingin eigur, at at talan er um millum 30 og 40 milliónir krónur tilsamans.

Kelda: Antares


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2024

19
Leygardagur 24. februar 2024

Christian í Grótinum landað størstu lastina í Íslandi

Uppsjóvarskipið landaði 3.653 tons av svartkjafti í Eskifirði í vikuni. Tað er størsta lastin í Íslandi og størsta lastin sum Christian í Grótinum hevur ført til lands

(Mynd: Eskja hf)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Íslenskt met var tikið, tá Christian í Grótinum sunnudagin landaði 3.653 tons av svartkjafti til uppsjóvarvirkið Eskja í Eskifirði í Íslandi.

Hetta er størsta last, sum er landað í íslendskari havn, skrivar uppsjóvarvirkið. Eisini er tað størsta last, sum Christian í Grótinum hevur ført til lands síðan skipið varð latið reiðarínum í 2022.

Veiðan er fiskað í altjóða sjógvi.

[object Object]
Umboð frá uppsjóvarvirkinum handar her Boga Rasmussen, skipara, kaku í sambandi við metstóru lastina (Mynd: Eskja hf)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2024

20
Leygardagur 24. februar 2024

Nú eitur virkið Pelagos Kollafjørður

Avtalan um yvirtøku av uppsjóvarvirkinum í Kollafirði er staðfest í dag

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin 20. februar 2024, bleiv avtala millum Pf. Pelagos í Fuglafirði og Pf. Faroe Real Estate Ltd. í Kollafirði endaliga avgreidd, og eigur Pf. Pelagos nú allan partapeningin í Faroe Pelagic Pf, sum eigur uppisjóvarvirkið í Kollafirði.

Í hesum sambandi hevur felagið skift navn, og eitur nú Pf. Pelagos Kollafjørður.

Nevnd og leiðsla í Pf. Pelagos og Pf. Pelagos Kollafjørður er tann sama.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2024

21
Leygardagur 24. februar 2024

Útflutningurin av fiskavørum vaksin 494 milliónir krónur

Í 2023 vóru útfluttar fiskavørur fyri 11,9 milliardir krónur, ið er 4,3 prosent meira enn í 2022

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Útflutningurin av fiskavørum í 2023 var 11,9 milliardir, ið er 494 milliónir krónur, ella 4,3 prosent, hægri enn í 2022, skrivar Hagstovan.

Hetta stendst av, at útflutningurin av slógvi og fiskaúrdráttum úr ymsum fisksløgum, so sum fiskamjøl og lýsi, er vaksin eina góða milliard krónur.

Útflutningvirðið av laksi er minkað við 255 milliónum krónum, ella 4,6 prosent, og hetta stavar í høvuðsheitum frá, at nøgdin av útfluttum laksi minkaði 10,6 prosent.

Útfluttu nøgdirnar av sild og fiskaúrdráttum úr ymsum fiskasløgunum eru vaksnar, men nøgdirnar av vanligu fiskasløgunum eru minkaðar

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2024

22
Leygardagur 24. februar 2024

Bakkafrost: Góð lívfrøðilig gongd eftir eitt krevjandi ár

Í 2023 var sølan tilsamans 7,1 milliardir krónur og rakstaravlopið 1,5 milliardir krónur. Samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi var 73.000 tons

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bakkafrost seldi fyri 1.562 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi, í mun til 1.940 milliónir krónur sama tíðarskeið árið fyri. Rakstrarúrslitið í fjórða ársfjórðingi var 356 milliónir krónur. Í 2023 var sølan tilsamans 7,1 milliardir krónur og rakstaravlopið 1,5 milliardir krónur. Samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi var 73.000 tons.

Úrslitið í fjórða ársfjórðingi var sera ymiskt millum londini: Í Føroyum var úrslitið 1.478 milliónir krónur í mun til 1.641 milliónir árið fyri, meðan rakstraravlop, EBIT, var 460 milliónir krónur móti 525 milliónum.

Í Skotland var sølan 84 milliónir krónur, sammmett við 298 milliónir árið fyri, og rakstraravlopið minus 104 milliónir krónur í mun til minus 149 milliónir í 2022.

 Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Bakkafrost hevði eitt gott úrslit í fjórða ársfjórðingi, við lutfalsliga munandi betri rakstraravlopi. Laksamarknaðurin var sum heild góður og stórur eftirspurningur var á øllum høvuðsmarknaðum. Okkara laksur  er  sera høgt í metum, og tískil fáa vit eyka góðan prís, serliga í USA, har vit seldu 25 prosent av føroyska laksinum í fjórða ársfjórðingi.

- Eg fegnist um framgongd innan fiskaheilsu og -vælferð í alingini í Føroyum. Nógv arbeiði og stórur dentur er lagdur á hetta øki. Ein sterkur og burðardyggur leistur er lagdur fyri alivirksemi okkara í Føroyum. Í 2023 megnaðu vit eitt miðal mánaðarligt yvirlivilsi av fiskinum á 99,4 prosent, miðalvektin av tikna fiskinum var 4,6 kilo í kruvdari vekt og 90 prosent av fiskinum var superior góðska, ið er hægsti góðskuflokkur.

- Í Skotlandi eru vit ikki komin líka langt sum í Føroyum, men væl ávegis. Mánaðarliga yvirlivilsi var har 98,3 prosent í miðal, miðalvektin á tikna fiskinum var 4,2 kilo í kruvdari vekt og 89 prosent av fiskinum var superior góðska.

- Aftan á ein sera truplan triðja ársfjórðing í alingini í Skotlandi, gekk tað munandi betur í fjórða ársfjórðingi. Lívfrøðiliga gongdin batnaði og vit valdu at minka tøkuna mest møguligt, og heldur lata fiskin vaksa til tøku í fyrra hálvári 2024, greiðir Regin Jacobsen frá.

[object Object]
Regin Jacobsen, stjóri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Havsbrún

Havsbrún tók ímóti 53.552 tonsum (46.051 tons sama tíðarskeið í 2022) av ráfiski í fjórða ársfjórðingi 2023. Rakstraravlopið, EBITDA lutfallið, var 25 prosent (14 prosent í 2022) og Havsbrún seldi 39.354 tons (32.600 tons) av fóðri í ársfjórðinginum.

Fyri alt árið 2023 tók Havsbrún ímóti 467.037 tonsum (297.814 tons í 2022) av ráfiski og rakstraravlopið var 23 prosent (18 prosent).

Smoltgeirin

Í smoltaligeirunum í Føroyum og Skotlandi vórðu 6,8 milliónir (8,5 milliónir) smolt sett á sjógv í fjórða ársfjórðingi 2023: Í Føroyum 5,2 milliónir og í Skotlandi 1,7 milliónir, sammett við ávikavis 5,0 og 3,5 milliónir í triðja ársfjórðingi í 2022.

Alt árið 2023 vórðu íalt 23,2 milliónir (25,4 milliónir) smolt sett á sjógv: Í Føroyum 14,2 milliónir (14,4 milliónir) og í Skotlandi 9,0 milliónir (11,0 millionir)

Í fjórða ársfjórðingi 2023 var rakstrarúrslitið í smoltaligeiranum í Føroyum 26,75 krónur (34,55 krónur) fyri hvørt kilo av sjósettum smoltum. Í smoltaligeiranum í Skotlandi var rakstrarúrslitið -49,44 krónur (-20,60 krónur) fyri hvørt kilo av sjósettum smoltum.

Sjógvaligeirin

Sjógvaligeirarnir fingu hægri søluprís í fjórða ársfjórðingi 2023, í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Tøkan í Føroyum og Skotlandi var lægri enn í sama tíðarskeiði árið fyri. Í fjórða ársfjórðingi 2023 hevði sjógvaligeirin í Skotlandi útreiðslur av óvanligum felli, svarandi til 48 milliónir krónur (83 milliónir).

Samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi í fjórða ársfjórðingi 2023 var 17.067 tons í kruvdari vekt (24.474 tons): Í Føroyum 16.005 tons (19.276 tons) og í Skotlandi 1.062 tons (5.198 tons). 

Í 2023 var samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi 73.006 tons í kruvdari vekt (90.603 tons): Í Føroyum 52.408 tons (66.686 tons) og í Skotlandi 20.598 tons (23.917 tons).

Sjógvaligeirin í Føroyum hevði eitt rakstraravlop á 4,01 krónur/kg (13,19 krónur/kg) í fjórða ársfjórðingi 2023. Sjógvaligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 44,97 krónur/kg (rakstarhall á 32,64 krónur/kg) í sama tíðarskeiði.

8,70 krónur í vinningsbýti pr. partabræv

Tænastugeirin hevði eitt rakstaravlop á 0,76 krónur/kg (0,05 krónur/kg) í fjórða ársfjórðingi 2023. Rakstraravlopið í prosentum var 7% (1%).

Í fjórða ársfjórðingi 2023 var samlaði umsetningurin hjá sølugeiranum 2.355 milliónir (2.385 milliónir) og rakstraravlopið í prosentum var 4% (4%). Rakstraravlopið var 5,94 krónur/kg (4,33 kr/kg). 

Sambært vinningsbýtispolitikkinum hjá Bakkafrost, skulu 30-50 prosent av vinninginum gjaldast út sum vinningsbýti. Fíggjarstøðan hjá Bakkafrost er sterk, og tískil fer nevndin at skjóta upp á ársaðalfundinum, sum verður týsdagin 30. apríl 2024, at 8,70 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2024

23 Leygardagur 24. februar 2024

Tveir mans í fongsul fyri at smugla hassj til Føroya

Annar av ákærdu monnunum fekk trý ára treytaleysan fongsulsdóm, hin fekk eitt ár og tríggjar mánaðir, eisini treytaleyst 

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Farna fríggjadag fall dómur í í einum stórum máli um smugling av umleið 25 kilo av hassji til Føroya. Teir ákærdu fingu ávikavist trý ár og eitt ár og tríggjar mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing.

Málið, sum var viðgjørt av einum dómsmansrætti í Føroya Rætti í síðstu viku, snúi seg í høvuðsheitum um tvey føri av smugling av hassji til Føroya. Nøgdirnar vóru ávikavist umleið 15 ilo og umleið 10 kilo. Tveir menn blivu fríggjadagin dømdir í málinum.

Maðurin, sum fekk trý ára treytaleysa fongsulsrevsing, var var ákærdur fyri báðar innsmuglingarnar av hassji á íalt umleið 25 kilo. Maðurin var harumframt ákærdur fyri 11 onnur smærri brot á rúsevnislóggávu, m.a. sølu av amfetamini.

Maðurin bleiv dømdur fyri øll brotini. Dómsmansrætturin legði í ásetingini av revsingini m.a. dent á stóru mongdina av hassji, at maðurin hevði ein avgerandi leiklut í smuglingunum, og at hann, meðan hann var avlurtaður av politinum, hevði givið til kennar, at hann var ein týdningarmikil persónur á hassjmarknaðinum í Føroyum.

Hin maðurin, sum var ákærdur fyri smuglingina av umleið 15 kilo, varð dømdur eitt ár og tríggjar mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin varð dømdur fyri at hava viðvirkað til smugling av 10 kilo av hassji til Føroya.

Dómsmansrætturin dømdi sostatt ikki mannin fyri smugling av samlaðu mongdini og legði í tí sambandi dent á, at maðurin ikki hevði havt hassjið um hendi, og at hesin maðurin spældi ein minni leiklut í málinum.

Báðir teir dømdu tóku umhugsunartíð og hava sostatt 14 dagar at taka støðu til, um dómurin skal kærast.

Hashmálið, sum var viðgjørd í Føroya Rætti í síðstu viku, er sama mál, sum í oktober í fjør varð avbrotið orsaka av ógegni. 

Tíðindaskriv frá løgregluni


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2024

24 Leygardagur 24. februar 2024

Stórur tørvur á betri smittuvernd í heilsuverkinum

Heilsuverk í Føroyum, Grønlandi og Danmark megna ikki í nóg stóran mun at verja sjúklingar móti vandamiklari smittu á sjúkrahúsunum, er høvuðsniðurstøðan í eini nýggjari granskingargrein, ið er útgivin í viðurkenda vísindaliga tíðarritinum Journal of Hospital Infection

Shahin Gaini, professari í infektiónsmedisini á Fróðskaparsetri Føroya er ein av rithøvundum í greinini (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Heilsuverk í Føroyum, Grønlandi og Danmark megna ikki í nóg stóran mun at verja sjúklingar móti vandamiklari smittu á sjúkrahúsunum. Tørvur er á betri tvørfakligum skipanum og mannagongdum og hægri raðfesting og játtan til smittuvernd fyri at minka um vandan fyri, at sjúklingar verða smittaðir við vandamiklum bakterium í heilsuverkinum.

Tað er høvuðsniðurstøðan í eini nýggjari granskingargrein hjá donskum, føroyskum og grønlendskum granskarum, ið er útgivin í viðurkenda vísindaliga tíðarritinum Journal of Hospital Infection.

- Fleiri superresistentar bakteriur eru seinastu árini komnar til Føroya. Summar teirra eru so resistentar, at onki antibiotika finst, sum kann basa teimum, sigur Shahin Gaini, professari í infektiónsmedisini á Fróðskaparsetri Føroya, sum er ein av rithøvundum í greinini.

- Tílíkar bakteriur eru ein støðug hóttan ímóti modernaðum medisinskum viðgerðum. Tá sjúklingar fáa skurðviðgerð, biologiska viðgerð ella viðgerð, ið minkar immunverjuna, t.d. kemoterapi ella transplantatiónir, slepst ikki undan infektiónum. Allar hesar viðgerðir eru treytaðar av, at vit hava mong effektiv antibiotika til taks, ið kunnu bjarga sjúklingunum, tá ið teir fáa infektiónir, sigur hann.

Bert ein serlækni í infektiónsmedisini er á Landssjúkrahúsinum. Ongin sjúkrarøktarfrøðingur er knýttur at infektiónsmedisinska ambolatoriinum, og ongin læknaligur mikrobiologur er í starvi í heilsuverkinum.

- Stórur tørvur er á hægri raðfesting av smittuvernd í føroyska heilsuverkinum. 30-40 prosent av øllum innlagdum sjúklingum á Landssjúkrahúsinum hava eina infektiónsmedisinska høvuðsdiagnosu og fáa tí antibiotika hvønn dag. Samstundis velja vit at geva avanseraðar viðgerðir sum t.d. kemoterapi, biologiska viðgerð, immundoyvandi viðgerðir, dialysu, kirurgi og annað, sum kann geva álvarsligar infektiónir sum komplikatiónir, sigur Shahin Gaini.

Greinin í Journal of Hospital Infection, ið hevur heitið “Hospital-based Antimicrobial Stewardship in Denmark, Greenland, and the Faroe Islands – Current landscape and barriers”, kann lesast her.

Tíðindaskriv frá Granskingarráðnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2024

25 Leygardagur 24. februar 2024

Skeiva tímaløn í áravís

Limir í Pedagogfelagnum, sum arbeiða tímaløntir um kvøldið og náttina hjá kommununum, hava í fleiri ár fingið millum 10 og 16 krónur ov lítið um tíman. Tey fáa nú lønarendurgjald

(Tilvildarlig mynd: Ungdómshúsið á Toftum)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fleiri limir í Pedagogfelagnum fara nú at fáa lønarendurgjald.

Felagið varnaðist fyrst í árinum, at tímaløntir limir hava fingið skeiva tímaløn, tá tey arbeiða kvøld og nátt hjá kommununum. Her er serliga talan um tey, sum arbeiða í ungdómshúsi.

Tímalønt fara at fáa lønarendurgjald, tí tímalønin verður rættað afturvirkandi, tá ið arbeiðsgevararnir fara at rætta lønarskipanina. Hetta kann ganga heilt aftur til 2019.

Sum vit skilja tað, eru dømir um at onkur limur fær lønarendurgjald upp á einar 30.000 krónur.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fyri tey flestu tímaløntu merkir hetta, at tey hava fingið millum 10 og 16 krónur ov lítið um tíman, tá tey hava arbeitt eftir klokkan 17.

Ítøkiliga snýr tað seg um § 30 stk. 2. í sáttmálanum fyri námsfrøðingar, og § 21 í sáttmálanum fyri hjálparfólk. Her verður tilskilað, at arbeiði millum kl. 17.00-06.00 verður lønt við 1/1924 av árslønini, sigur Pedagogfelagið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2024

26 Leygardagur 24. februar 2024

Fyrsti býráðsfundur hildin í Varpinum

Søguligur býráðsfundur í Klaksvík hóskvøldið

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í áratíggju eru fundirnir hjá býráðnum hildnir í býráðshúsinum, fyrrverandi Stellu-bygninginum, á eystaru síðu av Klaksvíkini.

Tí var tað ein søguligur fundur, nú regluligu fundirnir hjá Klaksvíkar býráð framyvir vera í stáðisliga nýggja mentanarhúsinum í miðbýnum.

Sí myndir fleiri myndir her

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2024

27 Leygardagur 24. februar 2024

Nýggj dagstovnaeind latin upp á Húsum

Mánadagin byrjaðu fimm børn á nýggja stovninum, sum enn ikki hevur fingið navn

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hóskvøldið í farnu viku var almenn móttøka fyri nýggja dagstovnatilboðnum á Húsum. Enn hevur eindin ikki fingið navn, men í næstum verður navnakapping útskrivað. Mánadagin byrjaðu fimm børn í nýggja stovninum.

Móttøkan byrjaði við at Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin. Síðan helt Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung, eina røðu. Eftir hetta framførdu Erla Mortensen og Heðin Askham tvey løg. Karl Johansen, segði, at hetta var nærmast ein rørandi løta. Hann var sera fegin um ta góðu undirtøkuna um hetta arbeiðið hevur fingið frá øllum pørtum.

[object Object]

Í heyst varð avtalað gjørd við bygarfelagið, Glæmuna, um at umvæla bygdarhúsið, soleiðis, at húsið kundi nýtast til dagstovn í dagtímunum. Arbeiðið hevur gingið væl og nú er klárt at lata upp.

Í nøkur ár hava trý børn verið í dagrøkt á Kalsoynni. Í dag eru níggju børn í oynni og fara seks børn um stutta tíð at ganga á dagstovninum. Trý starvsfólk eru sett í starv í nýggja stovninum.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2024

28 Leygardagur 24. februar 2024

Fjøruvegurin handaður Runavíkar kommunu

Hátíðarhald var fríggjadagin í sambandi við at Fjøruvegurin alment varð tikin í nýtslu

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fríggjdagin í farnu viku var hátíðarhald í sambandi við at Fjøruvegurin var tikin alment í nýtslu.

Articon hevur staðið fyri arbeiðinum, og handaði Runavíkar kommunu nýggju farleiðina.

Ítróttafeløg runnu stafett, røða var hildin og síðan var snórurin kliptur.

Jens Kristian Vang tók myndirnar fyri Runavíkar kommunu

Sí allar myndirnar her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2024

29 Leygardagur 24. februar 2024

Dina Splidt nýggjur leiðari í Smílikulluni í Miðvági

Sum leiðari í Smílikulluni kemur Dina at vera partur av leiðslutoyminum á barna- og ungdómsøkinum hjá Vága kommunu, og teimum verkætlanum sum eru ígongd á stovnsøkinum fyri kommununa

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vága kommuna hevur sett Dinu Splidt í starv sum leiðara fyri frítíðarskúlan Smílikulluna.

Dina er 41 ára gomul og býr í Leynum. Hon er útbúgvin námsfrøðingur í 2016 og motorikvegleiðari í 2020, harumframt hevur hon prógv sum svimjilærari, umframt onnur skeið innan námsfrøði. Dina kemur úr starvi sum námsfrøðingur og varaleiðari í barnagarðinum Áarlon í Kvívík, har hon í eitt tíðarskeið eisini hevur verið virkandi leiðari. Dina hevur somuleiðis drúgvar royndir sum hjálparfólk har arbeitt varð við menniskjum við skerdum førleikum og ríðing.

Sum leiðari í Smílikulluni kemur Dina at vera partur av leiðslutoyminum á barna- og ungdómsøkinum hjá Vága kommunu, og teimum verkætlanum sum eru ígongd á stovnsøkinum fyri kommununa, harí eisini at arbeiða saman við leiðsluni í Miðgarði og Sóljugarði, og námsfrøðiliga ráðgevanum hjá Vága kommunu um, at menna og framtíðartryggja tænastustøði fyri stovnsøkið í Vága kommunu í samsvar við Visjón2032 fyri kommununa. Harumframt kemur Dina at hava virknan leiklut í tvørfakligu verkætlanini “Saman um barnið”, sum er ein verkætlan har kommunurnar í Vágum og stovnar hjá landinum arbeiða saman um, at tað skal gerast betri at vera barn í Vágum sum heild.

Frítíðarskúlin Smílikullan heldur til í Gamla Skúla í Miðvági og er fyri børn í 1. og 2. flokki. Smílikullan liggur tætt við bygdaskúlan í Miðvági, so skjótt er hjá børnunum at ganga úr skúlanum til frítíðarskúlan. Smílikullan liggur sum ein perla, beint við sandin, fótbóltsvøllin, stóra spæliplássið í bygdini og viðarlundina.

Dina byrjar í starvinum mánadagin 4. mars 2024.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2024

30 Leygardagur 24. februar 2024

Fyrstu námsfrøðilesandi byrjað í skúlanum

21 hjálparfólk, sum starvast á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu, eru byrjað at lesa námsfrøði á VIA University College í Viborg

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tórshavnar býráð samtykti í november í fjør at skipa fyri einari námsfrøðiútbúgving fyri hjálparfólk, ið arbeiða á dagstovnum í Tórshavnar kommunu fyri at lyfta støðið og bøta um starvsfólkatørvin, og 5. februar var fyrsti dagur á skúlabonki hjá 21 hjálparfólkum á dagstovnum í kommununi.

Tey lesa námsfrøði á VIA University College í Viborg í Danmark.

Tey lesandi vóru spent, og væl varð tikið ímóti teimum á stovninum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Útbúgvingin er ein professiónsbachelor í námsfrøði, og er skipað sum ein parttíðarútbúgving. Starvsfólkini arbeiða samstundis, sum tey eru námsfrøðilesandi. Tey fáa løn sum vanligt, burtursæð frá døgunum, tá tey eru í skúla. Útbúgvingin tekur 3,5 ár.

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2024

31 Leygardagur 24. februar 2024

Kartin Høgnesen ungdómsráðgevi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

39 ára gamli leirvíkingurin er hárfríðkari og hevur verið virkin í ungdómsarbeiði í Nesvík og í Leirvík. Hann er fyrsti ungdómsráðgevin í tólv ár

Kartin Høgnesen var ein av teimum trimum, ið søkti starvið, sum er partur av tí at uppraðfesta og styrkja ungdómsarbeiði hjá Heimamissiónini (Mynd: trubodin.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kartin Høgnesen er settur sum nýggjur ungdómsráðgevi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Hetta skrivar Trúboðin.

Leirvíkingurin byrjar 5. mars, og talan er um eitt fulltíðarstarv.

- Starvið inniber millum annað at virka fyri, at ung í Føroyum koma at kenna Jesus og vilja fylgja honum, at menna ungdómsleiðarar og at styrkja og menna ungdómsarbeiðini kring landið, skrivar trubodin.fo.

Kartin er ikki ókendur í ungdómsarbeiðinum í Heimamissiónini. Hann hevur verið virkin í ungdómsarbeiðinum í Leirvík í nærum 20 ár, hevur staðið fyri nógvum ungdómslegum og juniorlegum ígjøgnum árini, stovnaði junior-arbeiðið YES í Leirvík í 2012, og er í løtuni formaður í ungdómsarbeiðinum Glóð í Gøtu og Leirvík.

Nýggi ungdómsráðgevin hevur eisini verið volontørur í Ísrael. Hann er 39 ára gamal, búsitandi og hevur seinastu 20 árini rikið sína egnu frisør-salong í heimstaðnum Leirvík. Kartin Høgnesen var ein av teimum trimum, ið søktu starvið, tá tað varð lýst leyst fyrr í ár.

– Tríggir dugnaligir umsøkjarar vóru til starvið, og tað er gleðiligt at síggja áhugan fyri, at okkara ungdómsarbeiði skal mennast og vaksa. Avgjørt varð at seta Kartin, ið hevur drúgvar royndir innan ungdómsarbeiði og lætt við at koma í samband við ung. Hann er ein fongur fyri landsungdómsarbeiði, og kemur hann at arbeiða í tøttum samstarvi við Landsungdómsnevndina at menna ungdómsarbeiði framyvir.

Hetta sigur Jákup Brúsá, sum er aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini. Hann hevur eisini virkað sum ungdómsráðgevi. Nú eru tað tó 12 ár síðani, at nakar ungdómsráðgevi verið í starvi í felagsskapinum. Nú er ynskið at uppraðfesta og styrkja ungdómsarbeiðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2024

32 Leygardagur 24. februar 2024

Eitt óvæntað triðja pláss

Janus Wiberg gjørdist akkurát ov stuttur í Melodi Grand Prix leygarkvøldið. Hann endaði á triðja plássi í donsku sangkappingini. Stórfavoritturin vann

(Mynd: Lasse Lagoni / DR)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá atkvøðurnar frá hyggjarunum og dómsnevndini vóru taldar saman gekk tað ikki hjá Janusi Wiberg Mortensen og lagnum "I Need Your Love", men 33 ára gamli havnarmaðurin fekk víst seg frá sínari bestu síðu.

Ikki færri enn tvær ferðir fekk hann høvi at framføra sterka lagið, og framførslan í finaluumfarinum var eitt vet betur og sterkari enn hin fyrra. Tað var sum um, at hann nýtti tað fult út, at framføra á stóra pallinum í DR Konserthúsinum.

Undan Melodi Grand Prix leygarkvøldið, vóru ikki nógv sum góvu Janusi Wiberg Mortensen ein møguleika. Tað gjørdi hann fyri so vítt heldur ikki sjálvur. Við útvarpið fyrr í vikuni segði hann, at luttøkan var fyri at røkka longur út við sínum tónleiki.

[object Object](Mynd: Lasse Lagoni / DR)

Líka mikið og ikki, má sigast, at Janus hevur sungið seg inn í hjørtuni á dønum, sum atkvøddu hann í finaluna saman við SABA og Basim.

SABA var lagnum "Sand" hevur síðani byrjan verið spádd at vinna kappingina, og tað gjørdi hon eisini. Flestu atkvøðurnar frá hyggjarum og dómsnevndini sendu SABA til Malmø, har Eurovision verður í mai.

Har skal hon royna at fáa Danmark við í finaluna aftur. Í fjør var tað føroyski Reiley sum var danska umboðið, og tað gekk illa. Í hálvfinaluni endaði Danmark á 14. plássi av tilsamans 16.

Eurovision í Malmø verður dagarnar 7. 9. og 11. mai.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2024

33 Leygardagur 24. februar 2024

Janus fleiri atkvøður frá hyggjarunum enn SABA

Vóru tað bara hyggjaraatkvøður sum taldu, hevði SABA ikki vunnið Melodi Grand Prix

(Mynd: Lasse Lagoni / DR)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

SABA við lagnum "Sand" stóð eftir sum vinnari av danska melodi grand prixnum leygarkvøldið.

Men var tað fult og heilt upp til hyggjararnar, var tað ikki hon, sum vann. Bæði Basim og Janus Wiberg fingu nevniliga fleiri sonevnd hyggjarastig í finaluumfarinum enn vinnaralagið. Um bert hyggjarastigini taldu, vann Basim við lagnum "Johnny", og Janus Wiberg hevði blivið nummar tvey.

[object Object](Mynd: Lasse Lagoni / DR)

Orsøkin til, at Saba vann, vóru stigini frá dómsnevndini, sum í ár var skipað við 20 donskum og altjóða Grand Prix-fjepparum.

Stigini frá hyggjarum og stigini frá dómsnevndini taldu helvt um helvt.

Soleiðis vóru stigini deild

1. SABA – 'Sand' 37 stig (15 hyggjarastig, 22 dómsnevndarstig)
2. Basim – 'Johnny' 34 stig (19 hyggjarastig, 15 dómsnevndarstig)
3. Janus Wiberg – 'I Need Your Love' 29 stig (16 hyggjarastig, 13 dómsnevndarstig)

[object Object]SABA vann Melodi Grand Prix, og skal umboða Danmark í Eurovision Song Contest í Malmø í mai (Mynd: Lasse Lagoni / DR)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2024

34 Leygardagur 24. februar 2024

Kim Simonsen í uppskoti til bókmentavirðisløn

Er tilnevndur fyri yrkingasavnið við langa heitinum “Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum”

Kim Simonsen (Mynd: Thomas Koba)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kim Simonsen er føroyska uppskotið at vinna bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár. Føroyska innstillingarnevndin hevur mælt til, at hann fær virðislønina fyri yrkingasavnin við langa navninum “Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum”.

Grundgevingin ljóðar nakað soleiðis:

“Yrkingasavnið “Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrumhjá rithøvundanum, útgevaranum, kuratorinum og akademikaranum, Kim Simonsen, er eitt stillført verk, skrivað beint eftir at pápin hjá eg’num í yrkingunum er deyður.

Í kjalarvørrinum á hesi hendingini fer yrkinga-egið runt í barndómsins landslagi, ein ónevnd føroysk bygd, fyri at viðgera sorgini.

Vaksandi ljósið í vetrarlandslagnum, skiftandi veðrið, stormur, frost og mjørki balla yrkingarnar inn og sameinir tær við smáar og stórar rørslur í ringrásini. Havið og bylgjurnar og droparnir, havskúmið, teir hálu vegirnir, djóranna andadráttur, ið er sjónligur í frostveðrinum, alt saman manir fram samanhangir, støðugar broytingar og skapanir.” 

Les meira her

Hini tilnevndu til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins eru:

Danmark:
“Hafni fortæller”, skaldsøga eftir Helle Helle
“Jordisk”, skaldsøga eftir Theis Ørntoft

Finnland:
“Vill du kyssa en rebell?”, yrkingasavn eftir Eva-Stina Byggmästar
“101 tapaa tappaa aviomies. Menetelmällinen murhamysteeri”, skaldsøga eftir Laura Lindstedt & Sinikka Vuola

Ísland:
“Jarðsetning”, ævisøgulig skaldsøga eftir Onnu Maríu Bogadóttir
“Tól”, skaldsøga eftir Kristín Eiríksdóttir

Noreg:
“Fars rygg”, skaldsøga eftir Niels Fredrik Dahl
“Jeg plystrer i den mørke vinden”, skaldsøga eftir Maria Navarro Skaranger

Samiska máløkið:
“Leŋges hearggi Sáhčal fatnasa”, persónlig frásøgn eftir Fredrik Prost

Svøríki:
“Minnen från glömskans städer”, yrkingasavn eftir Gunnar Harding
“Nollamorfa”, yrkingasavn eftir Johan Jönson

Áland:
“För att ta sig ur en rivström måste man röra sig i sidled”, yrkingasavn eftir Mikaela Nyman.

Onki uppskot er úr Grønlandi.

Bókmentavirðislønin, sum er á 300.000 danskar krónur, verður latin í sambandi við ársfundin, sum verður í Reykjavík í heyst. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2024

35 Leygardagur 24. februar 2024

Olaf Johannesen stóran leiklut í Badehotellet

Spælir ein dansk-amerikanari í seinasta umfari av væl umtóktu sjónvarpsrøðini á TV2

Stephanie Heyes og Olaf Johannesen í Badehotellet
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

“Badehotellet” eitur ein sera væl umtókt sjónvarpsrøð, sum hevur verið víst á donsku sjónvarpsstøðini TV2 gjøgnum nógv ár. Í næstun verður hol sett á seinasta umfar av hesi sjónvarpsrøðini, og her verður møguleiki at uppliva ein føroying í einum leikluti

Olaf Johannessen stóran leiklut í síðstu sæson av vælumtóktu donsku sjónvarpsrøðini Badehotellet.

Sjónvarpsrøðin snýr seg um summargestirnar og starvsfólkini á einum hugnaligum baðihotelli við jútsku vesturstrondina í farnu øld í einum tíðarskeiði fram til og við seinna heimsbardaga.

Olaf Johannesen, sum hevur rokkið stóran heiður sum sónleikari, mest á palli, men eisini í filmum og sjónvarpsrøðum, hevur ein týðandi leiklut í hesum seinasta umfarinum.

Olaf spælir leiklutin sum John Henry Seerup – ein maður úr Norðurjútlandi, sum er fluttur til USA 33 ár framman undan hendingunum í røðini.

Í USA hevur hann havt viðgongd sum byggiharri í statinum Wisconsin, har hann eisini hevur gift seg við dóttir guvernørin, sum eitur Ellinor, og verður spæld av Stephanie Heyes.

Nú vendir mr. Serup so heimaftur til Jútlands fyri at vera við í hátíðarhaldinum, sum á hvørjum sumri verður hildið í Rebild í sambandi við amerikanska frælsisdagin 4. juli. Hetta er á sumri 1946.

Seinasta umfar av Badehotellet verður at síggja á TV2 Play frá í morgin og á TV2 10. mars.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2024

36 Leygardagur 24. februar 2024

Banknordik-savnið keypt tvey listaverk eftir Frits Johannesen

Listaverkini hava heitið "Talgildir næmingar saman við eini krokodillu". Banknordik letur savninum árligan stuðul upp á 150.000 krónur

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í juni 2020 var gjørd fimm ára avtala millum Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið og Pf. BankNordik um stuðul til at keypa føroyska samtíðarlist. Pf. BankNordik letur í avtalutíðarskeiðinum 2020-2024 BankNordik-savninum eina árliga stuðulsjáttan upp á 150.000 krónur.

Í oktober 2023 keypti BankNordik-savnið eftir hesum leisti tvey listaverk eftir listamannin Frits Johannesen úr Fuglafirði. Listaverkini hava heitið "Talgildir næmingar saman við eini krokodillu". Støddin er 100 x 40 sentimetrar.

Frits Johannesen var fjøllistamaður, sum bæði fekst við myndlist, tónlist og aðra list. Han var føddur í 1944, og nú hann andaðist í december 2023, var hann 79 ára gamal. Hann var útbúgvin lærari, ið var hansara lívsstarv, og tað røktaði hann í 41 ár. Men fyri Frits Johannesen var myndlistin annað lívsstarv hansara.

Í bókini Frits, sum Sprotin gav út í 2019, greiðir hann frá, hvussu hann longu sum smádrongur dámdi at tekna og mála, og soleiðis hevur hugsavnað seg um hesa skapandi listagrein alt lívið. Frits Johannesen hevur sýnt fram á málningaframsýningum síðani í 1969 bæði í Føroyum og í fleiri Norðurlondum.

[object Object]

Hann hevur listprýtt fleiri staðni kring Føroyar sum til dømis Mentanarhúsið í Fuglafirði, træskurð til Studentaskúlan á Kambsdali, træskurð til Hvalvíkar skúla. Myndirnar hjá Fritsi Johannesen eru rótgrónar í føroyskari søgu, frumsøgn og mentan. Hann málaði lívsjáttandi, litfagrar myndir, sum var eitt av eyðkennum hansara. Litirnir í myndunum eru klárir og sterkir, og tilsamans skapa teir eina heild, ið stuðlar undir myndevnið. Myndevnini vóru fleiri, og nøkur teirra málaði hann aftur og aftur sum til dømis skúlanæmingar í ymiskum høpi, húsaskjøldrar, tónleikarar við sínum ljóðføri. Myndevnini hava tað til felags, at tey stava úr minninum og eru tær upplivanir, honum hevur verið fyri í lívinum, og síðan verða umskapað til poetiskar, glaðlyntar myndir.

Myndirnar, sum BankNordik-savnið hevur ognað sær, eru frá 2023, og heitið "Talgildir næmingar við eini krokodillu" bendir á modernaða list, og eru tær tíðarbærar í nútíðarsamfelagi okkara. Tær lýsa skúlanæmingar, sum sita framman fyri eini teldu saman við eini krokodillu. Myndevnið er álvarsamt – teldan er komin inn á skúlarnar, og hevdbundnar gamlar reglur eru broyttar. Men við at geva krokodilluni ein leiklut í myndini saman við næmingunum, verður broddurin tikin burtur av talgilda veruleikanum, og gleði, skemt og framtíðarvónir verða ein samantvinnað eind  - listamanninum líkt.

Í 1998 fekk Frits Johannesen Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik og í 2017 Heiðursgávu Landsins.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2024

37 Leygardagur 24. februar 2024

Hesi eru tilnevnd til FMA

Føroysku tónlistaviðirslønirnar verða latnar 9. mars. Nú er greitt, hvørji eru tilnevnd

RSP setti dám á FMA 2023 (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í vikuni varð kunngjørt hvørji eru tilnevnd til FMA virðislønirnar, sum verða handaðar í Norðurlandahúsinum leygardagin 9. mars.

Tey tilnevndu eru:

ÁRSINS TÓNASMIÐUR
Tróndur Bogason
Eyðfinn Bogason Lamhauge
Mikael Blak
Janus Rasmussen
Benjamin Djurhuus

ÁRSINS TÓNLEIKARI
Jan Rúni Poulsen
Sigrið F. Hansen
Per I. Højgaard Petersen
Benjamin Djurhuus
Ólavur Eyðunsson Gaard

ÁRSINS MYNDLISTARLIGI SAMLEIKI
Brimheim
Dania O. Tausen
Einangran
Klingra
Kóboykex

ÁRSINS SPÍRI
Katari
Jazzygold
Supervisjón
Andrias Blaasvær
Adrenaline

ÁRSINS KLASSISKI PRÍSUR
Tróndur Bogason - The Distance Between Us (Útgáva)
Kristina Thede Johansen - SANSA Føroyar” (Debut konsert)
Eli Tausen á Lava - Ein Tónleikalig Vangamynd (Konsert)
Sámal Jákup Jakobsen - Heimasvitan (Útgáva)
Anna Katrin Ø. Egilstrøð - From Harbour To Harbour (Konsert)

ÁRSINS SERÚTGÁVA
SUPERVISJÓN - FAST TRAKK
Aldubáran - The Distance Between Us
A15 - A15
ORKA - All At Once
Klingra - ...eftir

ÁRSINS LAG
Beinir - Greener
Brimheim - Literally Everything
Dania O. Tausen - kann eg hava armin soleiðis her?
Jónas Gaard (feat. Sigrið) - Farin
BYRTA - Vak meg ei

ÁRSINS ÚTGÁVA
Dania O. Tausen - ja/nei – og restin av vikuni
Marius Ziska - RÚM
Jogvan - Tøgn
Einangran – Vendir vindar
Aggrasoppar – døgurðaslang

Virðislønir uttan tilnevningar eru:
Ársins tekstur
Ársins átak
Ársins útflutningsheiðursløn
Heiðursprísur
Ársins FMA

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2024

38 Leygardagur 24. februar 2024

TV-2 á Norð Festivalin

Fólkakæri bólkurin úr Aarhus verður at hoyra á Viðareiði í summar

(Mynd: Norð festivalurin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Klassikarar sum 'Bag Duggede Ruder', 'Alt Hvad Hun Ville Var At Danse', 'Laternen' og 'De Første Kærester På Månen' eru bara ein brøkpartur av øllum hittunum, TV-2 hevur leverað, síðan bólkurin varð stovnaður í 1980.

Bólkurin, ið er mannaður av Steffen Brandt, Hans Erik Lerchenfel, Sven Gaul og Georg Olesen, hevur hesi seinastu fýra áratíggjuni hildið saman og útgivið fleiri enn 200 sangir og 19 útgávur, umframt at hava kvitterað við fleiri platinplátum - eins og teir hava vunnið Ársins donsku poppútgávu, Ársins danska lag og Ársins danski sangskrivari við Steffen Brandt.

Í summar koma teir til Føroya - teir koma til Norð Festivalin á Viðareiði. Talan verður uttan iva um eina stóra løtu undir stórsligum umstøðum, har túsundtals fólk savnast.

Norð Festivalurin verður í ár hildin 31. august 2024 á Viðareiði.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2024

39 Leygardagur 24. februar 2024

Cochren & co á Kristfest

Bólkurin hevur ligið nr. 1 á Billboard’s Christian Ariplay chart, hann var tilnevndur ársins nýggja navn, hann hevur framført á Grand Ole Opry og nú kemur hann á Kristfest, sum verður í Nesvík 13. apríl 

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Talan er um framúr góða bólkin Cochren & Co úr lítla býnum Montgomery, Indiana, USA.

Tað er singer/songwriter og lovsongsleiðarin Michale Cochren, sum saman við vinum mannað bólkin Cochren & Co. Michael Cochren vaks upp við nógvum tónleiki og eftir loknan skúla í 2011, stovnaðu hann og nakrir vinir bólkin Cochren & Co. Michael framførdi bæði solo og saman við bólkinum og skjótt vóru tey umbiðin kring alt USA.

Teirra fyrsta staklag kom út í 2018 og síðani hava tey útgivið fleiri stakløg og tvær heildarútgávur.

Tónleikurin og boðskapurin er vónríkur og tíðarleysur. Tekstirnir eru um at søkja Gud, um Guds náði, og at man kann møta Jesusi alla staðni, sjálvt á einum parkeringsplássi eitt týskvøld.

Tónleikastílur hjá Cochren & Co er pop, soft rock og soul/blues.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2024

40 Leygardagur 24. februar 2024

Lena Anderssen skal framføra á ársins Summar Festivali

Útgávuaktuella og roynda songkvinnan framførir á festivalinum í Klaksvík í august

Fyri kortum kom sætta útgávan hjá Lenu Anderssen, State of the Land. Hon hevur nú í meira enn 25 ár myndað føroyska tónleikapallin (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Lena Anderssen framførir á Summar Festivalinum í Klaksvík í august.

Útgávuaktuella songkvinnan hevur í meira enn 25 ár myndað føroyska tónleikapallin við framúr sangum og framførslum.

Lena Anderssen hevur nakað upp á hjartað í sínum sangum, og hon torir at seta nakað persónligt upp á spæl, tá ið hon skrivar tekstir. Saman við manninum Niclasi Johannesen ger hon sangir, sum hann stendur fyri at framleiða, og meistarliga samstarvið hevur givið okkum fleiri poppútgávur á altjóða stigi – bæði tá ið tað kemur til sangskriving og framleiðslu.

Fyri kortum kom sætta útgávan hjá Lenu Anderssen, State of the Land, og tað er enn eitt stórverk. Ellivu sangir á einari serstakliga góðari og snøggari lp plátu, sum Sosialurin í ummæli hevur latið seks av seks stjørnum.

Lena Anderssen hevur útselda útgávukonsert í Løkshøll í mai, og seinni í summar spælir hon við bólki á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2024

41 Leygardagur 24. februar 2024

Son of Fortune á Summar Festivalin

Útlagin rocktónleikari spælir støvutan rokk og inniligar balladur

(Savnsmynd: Harald Bjørgvin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Son of Fortune verður við á Summar Festivalinum í august.

Benjamin Petersen, ið kallar seg Son of Fortune, er útlagin rocktónleikari, ið spælir støvutan rock og inniligar balladur.

Seinasta útgávan hjá honum, 'Woodoo Pop', varð upptikin í Nashville í Tennessee av monnum, ið hava arbeitt við Chris Stapleton og Jack White. Sangurin "Sunday in Music City" av hesi útgávu var í úvarpssendingini Jambalaja kosin ársins sangur í 2021.

Son of Fortune er ávegis við nýggjum tónleiki, sum verður framførdur á Summar Festivalinum í august. Eisini spælir Son of Fortune onkran eldri sang av útgávuni 'Ave', ið Benjamin Petersen og Petur Pólsson gjørdu í 2014.

Við sær á Summar Festivalin hevur Benjamin Petersen sjálvandi sín barndómsvin, Jan Rúna Poulsen, ið spælir trummur, og eisini spæla Kim Hansen og Jóhannus á Rógvu Joensen við bólkinum.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2024

42 Leygardagur 24. februar 2024

Brúdleypssangari úr Sýria á G!

Omar Souleyman spælir teldugjørdan tónleik og blandar upprunatónleik úr Sýria uppí

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Omar Souleyman úr Sýria er nýggjasta navnið, sum er komið á plakatina fyri G! Festivalin í Syðrugøtu í summar.

Hann verður lýstur sum ein kendur brúdleypssangari, sum hevur samstarvað við Four Tet og Bjørk – ein livandi hetja millum hetjur.

Omar Suleyman hevur framført á Glastonbury, Roskilde, Bonnaroo, Pitchfork Paris og til Nobel friðarheiðurslønarkonsert í Noregi. Hann er umbiðin at framføra um alla klótuna, og kemur at framføra á G! 2024.

Onkuntíð kennist tað sum heimurin var meira eksotiskur fyrr. 

Føroyingar høvdu huldufólk, skóru torv, høvdu kúgv og fiskaðu við snøri. Í miðeystri høvdu tey Aladdin, flúgvandi teppir, andar í lampum og livandi matmarknaðir á gøtunum við litríkum sólturkaðum kryddaríum.

Alt hevur kanska hug at blíva meira líka allastaðni í dag. Nýggju húsini í Grikkalandi hava somu flisar á vesinum sum nýggju húsini í Saltangará.

Men Omar Souleyman er kanska eksotiska undantakið, ið prógvar regluna. Hann spælir teldugjørdan tónleik og blandar upprunatónleik úr Sýria uppí. Eysturlendski tónastigin drønar runt á ljóðborðinum, ímeðan sangarin peppar huglagið upp í skúm. 

The Guardian segði "... tað gongur so skjótt fyri seg, at einasti rætti hátturin tú fært verið við, er um tú ristir mjadnarnar". 

Her kemur ein so forkunnugur tóni at runga millum fjøllini, at hann fer at minna okkum á, at heimurin vit liva í enn tann dag í dag er fjølbroyttur og vakur. 

NPR segði "... so inniligt, spennandi og sterkt, at tað fær jarðisku mørkini at virka púra høpisleys"

Tónleikaliga sæð, so kemur hesin maðurin á pallin á einum flúgvandi teppi, og fer at spæla fyri huldufólkunum í føroyska mjørkanum. 

Ein sera spennandi samanrenning. Og er tað nakað okkum dámar á G!, so er tað at bjóða okkara gestum serstakar løtur, við tónleiki tú helst ikki kemur at uppliva annars. Omar Souleyman kann júst hettar og tí mást tú fara!

Tað er longu greitt, at Of Monsters and Men (IS), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE)  Einangran (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) og Specktors (DK) spæla á  G! 2024. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2024

43 Leygardagur 24. februar 2024

Nýggj frímerki frá Posta

Nýggju frímerkjaútgávurnar fevna um eitt 100-ára hald, Sandoyartunnilin, umframt heimsfilm og kolavinnu í Føroyum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Posta gevur mánadagin út nýggj frímerki. Nýggju frímerkjaútgávurnar fevna um eitt 100-ára hald, Sandoyartunnilin, umframt heimsfilm og kolavinnu í Føroyum.

Dronning Alexandrines Hospital 100 ár
Í ár eru 100 ár liðin síðan ”Dronning Alexandrines Hospital" varð tikið í nýtslu. Nýbygda hospitalið hevði 65 seingjarpláss, sum var væl meira enn áður, men longu í 1927 varð ein tuberkladeild við 20 plássum bygd afturat sjúkrahúsinum. Síðan hava áhaldandi útbyggingar av Landssjúkrahúsinum verið: Psykiatrisk deild, øking av seingjarplássum, viðgerðarhølum, fyrisiting, starvsfólkaíbúðum osfr.

So nógv er broytt síðan J. Waagstein sat í bakkanum yvir av og málaði ”nýggja og stásiliga hospitalið í Havn.”

[object Object]

Sandoyartunnilin
Tann 21. desembur 2023 lat tann fjórði undirsjóvartunnilin í Føroyum, Sandoyartunnilin, upp fyri almennari ferðslu. Sandoyartunnilin er eitt risagleiv í bygnaðinum av føroyska samferðslukervinum.

Edward Fuglø, listamaður, hevur listprýtt Sandoyartunnilin við verkinum ”Díðriksdúgvur og aðrir dýrgripir”, sum er sett saman av tíggju hellismálningum úr ljósi í reyðum, hvítum og bláum rípum. Myndir: Ólavur Frederiksen.

[object Object]

[object Object]

Heimsfilmur í Tindhólmi
Hóast søgurnar eru gamlar, kunnu vit spegla okkum í teimum. Og skuldu vit gloymt gomlu søgurnar, so verða vit javnan mint á tær. Ikki bara í hondsettum prentaðum bókum, men eisini í talgildum filmi og tónleiki.

Í 1911 skrivaði Sir James Matthew Barrie skaldsøguna Peter and Wendy, har Neverland í nýggjastu filmútgávuni hjá Disney er sett til at verða Tindhólmur í Føroyum. Ævintýrafilmurin "Peter Pan & Wendy" frá 2023 er partvíst tikin upp í Føroyum, m.a. í Tindhólmi, Mykinesi og við Trælanípuna. Mynd: Andrija Ilic.

[object Object]

Kolanámið í Hvalba
Suðuroyggin er tann einasta oyggin, sum hevur kol í so stórum nøgdum, at har hevur verið virkin kolavinna.

Í dag er kolið í Suðuroy meira mentan enn vinna, men slóðir eftir kolavinnuni eru nógvastaðni, og ein virkin kolamina er enn í Hvalba, tó at virksemið er sera lítið. Frímerkið myndar brøðurnar, Erhardt og Simon Næs, sum arbeiða uttanfyri kolanámið.

[object Object]

Les áhugaverdu greinirnar um frímerkini á www.stamps.fo, har eisini ber til at bíleggja frímerki og aðrar vørur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2024

44 Leygardagur 24. februar 2024

Minningargudstænasta í Hvalbiar kirkju sunnudagin

Hetta er í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðani sluppin General Gordon gekk burtur

- Undir gudstænastuni verða nøvnini á teimum sum sjólótust við General Gordon lisin upp. Ein grein, sum Óli Jacobsen hevur skrivað um hendingina, verður lisin, og ein stutt andakt verður hildin. Mansbólkurin úr Hvalba-Tvøroyri luttekur við sangi (Mynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Minningarguðstænasta verður í Hvalbiar kirkju í morgin, sunnudagin 25. februar klokkan 12.30.

Hetta er í sambandi við, at tá vera júst 100 ár liðin, síðani sluppin General Gordon legði út frá Hvalba, og ongantíð spurdist aftur.

Undir gudstænastuni verða nøvnini á teimum sum sjólótust við General Gordon lisin upp. Ein grein, sum Óli Jacobsen hevur skrivað um hendingina, verður lisin, og ein stutt andakt verður hildin. Mansbólkurin úr Hvalba-Tvøroyri
luttekur við sangi.

Hendingin hevði stóra ávirkan á Hvalba. 19 mans fórust við sluppuni - ellivu teirra vóru úr Hvalba.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2024

45 Leygardagur 24. februar 2024

Føroysk reiðarí leggja um til onnur brennievni

Føroysk handilsskip virka undir altjóða reglum, og reiðaríini eru veruliga farin undir umleggingar til burðardyggar loysnir, sum kunnu samvirka til eitt netto null útlát í 2050 sigur Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Nevndin frá vinstru: Álvur Højgaard, Sjúrður Johansen, Gunnbjørn Joensen, Hentzar Steingrímsson, næstformaður og Jens Meinhard Rasmussen, formaður. Bogi P. Nielsen vantar á myndini
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í ársfrágreiðing síni til aðalfundin hjá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip nú um dagarnar tók formaðurin, Jens Meinhard Rasmussen, samanum farna árið. Her nevndi hann so eisini málið hjá felagnum at røkka longur í grøna orkuskiftinum og vísti á reiðarí, sum eru farin undir at byggja og umbyggja skip, ið skulu rekast við ammoniakk og metanol.  Nevnast kunnu reiðarí sum Navigare, Skansi Offshore og Smyril Line. 

Eisini eru íløgur gjørdar í battarískipanir fyri at minka útlátið.

Umlegging til onnur og grønari brennievni er sostatt ein av teimum heilt stóru íløgunum, sum vinnan er farin undir. Henda umlegging fer at mynda komandi árini hjá handilsflotanum sum heild.

Størsta útflutningsvirði í tænastum

Formaðurin greiddi frá um virksemið í felagnum og um gongdina í vinnugreinini og vísti á, at reiðaríini hjá handilsflotanum skapa størsta útflutningsvirðið av tænastum í Føroyum.

Í 2022 var útflutningsvirðið hjá handilsflotanum 1,13 milliardir krónur. Hetta svarar til 38 prosent av samlaða útflutninginum av tænastum. Honum á baki kemur ferðavinnan við einum útflutningsvirði uppá 900 milliónir krónur í 2022.

Reiðaríini skapa eisini nógv arbeiðspláss í Føroyum. Kanning frá RFH vísir, at í januar 2024 arbeiða 1.350 sjófólk hjá reiðaríum í RFH, og 266 starvsfólk arbeiða á landi.

Á aðalfundinum stóðu Hentzar Steingrímsson, Bogi P. Nielsen, Álvur Højgaard og Sjúrður Johansen fyri vali. Teir vórðu allir afturvaldir sum nevndarlimir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2024

46 Leygardagur 24. februar 2024

Minesto mennir føroysku sjóvarfals verkætlanina

Svenska fyritøkan Minesto hevur so mikið góðar royndir av sínum arbeiði við varandi orku í Føroyum, at hon nú mennir verkætlanina til at kunna framleiða 200MW av sjóvarfalsorku

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta sigur fyritøkan fáar dagar eftir, at hon tók í brúk nýggja risastóra sjóvarfalsdrekan Dragon 12 í Vestmannasundi herfyri.

Minesto sigur, at hetta verður gjørt eftir stóra eftirspurningin eftir grønari orku, har sjóvarfalsorkan kann fáa ein stóran týdning. Royndirnar og úrslitið við nýggjasta drekanum skapar grundarlag fyri at fara víðari við meningini. Víst verður á, at Føroyar við sínum ætlanum í grøna orkuskiftinum hava eina ta mest ambitiøsu ætlanina innan varandi orku. 

Minesto skrivar víðari, at tað hevur í kvittanum at byggja út sjóvarfalsorkuna á sjey ymsum plássum í Føroyum og sum skal geva 200MW í orku, nakað, sum svarar til 40 prosent av samlaða streymtørvinum í Føroyum  í framtíðini. 

Stjórin í Minesto, Martin Edlund sigur, at endamálið hjá teimum er at veita streym til føroyskar brúkarar eitt nú eisini føroyska aliídnaðin, sum er í stórari menning. Minesto metir, at samlaða íløgan í at røkka 200MW verður 400 mió. euro. Stjórin í Minesto vísir á,  at eftir Vestmannasund er komandi útbyggingin av sjóvarfalsorku í Hestfirði tann við størstu raðfesting. Minesto arbeiðir við eini ætlan at menna sjóvarfalsorkuna á sjey ymsum plássum í Føroyum. 

Minesto samstarvar við SEV um sjóvarfalsorku útbyggingar. Streymurin frá drekunum í Vestamannasundi og skjótt eisini Hestfirði fara inn á netið hjá SEV og er við við til at veita streym til føroyskar brúkarar

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2024

47 Leygardagur 24. februar 2024

Løgmaður vitjaði grønu orkuoynna

Aksel V. Johannesen, løgmaður hevði nú um dagarnar høvi til at síggja, hvussu SEV megnar at temja og goyma vindorkuna í Suðuroynni

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað er eingin loyna, at flaggskipið í grøna orkuskiftinum í Føroyum, heldur til í Suðuroynni, har vit javnan hoyra um eitt met fyri og annað eftir, hvat orkuframleiðsluni viðvíkur. Hetta fekk løgmaður eisini á sanna, tá hann vitjaði hesa grønu orkuoynna.

Við jøvnum millumbilum er løgmaður á vitjanum kring landið. Í heyst varð vitjað norðanfyri, og í vikuni gekk leiðin til Suðuroynna. Endamálið við túrinum er hitta fólk í øllum aldursbólkum og hoyra ymiskar áskoðanir um viðurskifti, sum fylla í nærumhvørvinum.

Blíðskapur, spennandi vitjanir og góð prát
Dagurin byrjaði á skúladeplinum, har løgmaður vitjaði Miðnámsskúlan og Heilsuskúlan. Leiðin gekk síðani til Sev í Porkeri, handilin hjá Seyvari í Vági og hølini hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag í Nesi. Dagurin endaði á Tvøroyri við fundi og døgurða saman við øllum borgarstjórunum í Suðuroy.

[object Object]SEV greiddi frá ” Suðuroynni – sum grøn royndarstova” og spennandi grønu tøkunum fyri framman. Vitjað varð somuleiðis í vindmyllulundini í Porkerishaganum. 

Umframt góð prát saman við Seyvari og øðrum, fekk løgmaður millum annað møguleika at síggja Ruth Smith-savnið. 

Løgmaður saman við pørtum av manningini hjá Bjargingarfeløgunum i sunnaru og norðaru helvt av Suðuroynni. 

Løgmaður saman við borgarstjórunum í Suðuroynni. Á fundinum vórðu týdningarmikil evni umrødd, so sum framtíðarútlit hjá oynni, eldraøkið og samferðsla.  

Næmingar á Miðnámskúlanum og Heilsuskúlanum høvdu fyrireikað seg væl at taka ímóti løgmanni og settu nógvir sera viðkomandi spurningar. Prát og spurningar snúðu seg um eitt nú framtíðina í Suðuroynni, politikk, næmingaheim og løn undir útbúgving. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2024

48 Leygardagur 24. februar 2024

Equinor: Vaksandi oljuframleiðsla í árunum sum koma

Góðu úrslitini hjá Equinor stava m.a. frá vaksandi framleiðsluni av olju og gassi

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ein av orsøkunum til jaligu gongdina hjá norska orkufelagnum Equinor er uppkeypið av ognunum hjá kanadiska Suncor á bretska landgrunninum. Equinor keypti upp 39 prosent frá Suncore í framleiðandi oljuleiðini Buzzard eins og 40 prosent í oljuleiðini Rosebank við føroyska markið.

Norska orkufelagið, sum annars hevur minkað munandi um sítt virkemi uttan fyri Noreg, hevur tó framvegis vónir um at  kunna vera við til at menna olju- og gassframleiðsluna í bretskum øki í Norðsjónum og á Atlantsmótinum og hevur í hesum sambandi m.a. keypt upp stórar partar av stórum olju- og gasskeldum í Bretlandi. Talan er um eina langtíðar íløgu eitt nú saman við orkufelagnum Ithaca Energy.

Equinor hevur eisini ætlanir um at útbyggja eina orkustøð í Peterhead í Skotlandi við at brúka gass frá sínum gassleiðum í Norðsjónum. Hetta verður gjørt saman við stóra skotska gassfelagnum SSE.

Hetta hevur fingið umhvørvisfelagsskapir at mótmæla. Tey eru ímóti norsku útbyggingunum bæði til lands og vatns í Bretlandi.

Sambært ársfrágreiðingini hjá Equinor fyri 2023 vaks framleiðslan hjá felagnum við tveimum prosentum í fjør til 2,1 milliónir tunnur um dagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2024

49 Leygardagur 24. februar 2024

Avhoppaður russiskur tyrluskipari funnin skotin

Maksim Kuzminov varð í farnu viku funnin skotin í einum bilhúsi nærhendis Alicante í Spania

Tyrluflogskiparin Maksim Kuzminov flýddi til Ukraina í august í fjør (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Russiski tyrluskiparin Maksim Kuzminov, sum í august í fjør flýddi til Ukraina, er nú funnin deyður í Spania. Síðan hann flýddi, hevur hann verið hóttur eftir lívinum av russisku fregnartænastuni.

Maksim Kuzminov varð funnin í farnu viku, skotin við fleiri skotum í einum bilhúsi í Spania. Tað upplýsir Reuters tíðindastovan við bæði ukrainskum og sponskum miðlum sum keldum.

Sambært sponsku tíðindastovuni EFE, var líkið funnið 13. februar í býnum Villa Joiosa, skamt uttan fyri Alicanti har suðuri í Spania. Og í gjár varð tað so váttað, at talan var um Kuzminov, sum seinastu mánaðirnar hevur búð í Spania undir øðrum navni og við ukrainskum passi.

Spanski miðilin La Information, sum fyrst skrivaði um drápið, skrivar, at løgreglan leitar eftir tveimum monnum, sum eru undir illgruna fyri brotsverkið. Teir flýggjaðu frá staðnum í einum bili, sum seinni varð funnin brendur á einum garði nærhendis.

Flýddi undir flogtænastu

Tá Kuzminov rýmdi 9. august í fjør, hendi tað undir rættiliga dramatiskum umstøðum. Flýggjanin var fyrireikað við hjálp frá hernaðarligu ukreinsku fregnartænastuni, GUR. Frammanundan var familjan hjá Kuzminov farin til Ukraina.

Hann var á flogi millum tvær russiskar floghavnir við eykalutum til russisk stríðsflogfør, tá hann skifti kós og fleyg yvir markið til Ukraina og lendi sína Mi-8-hertyrlu nærhendis Poltava har GUR og ukreinskir hermenn tóku ímóti honum.

Umborð á tyrluni vóru tveir aðrir russiskir hermenn, sum einki kendu til ætlanirnar hjá Kuzminov um at flýggja. Teir royndu at sleppa sær til rýmingar, men vórðu dripnir av ukrainskum herfólkum.

Propaganda-sigur

Kuzminov var brúktur sum ein sigur fyri ukrainsku propaganduna. Hann var við á tíðindafundum og í einum filmi, har hann greiddi frá, at hann ikki vildi vera við í russiska álopinum á Ukraina.

Hann lýsti kríggið sum fólkamorð móti ukrainska fólkinum og segði, at hann ikki var sinnaður at luttaka í russisku brotsgerðunum. Hann heitti eisini á onnur russisk herfólk um at flýggja.

GUR hevði frammanundan lovað Kuzminov trygd, og gav honum nýggj samleikapappír. Hann fekk eisini eina samsýning, svarandi til næstan eina hálva millión evrur.

Í oktober visti Newsweek at siga, at russiska fregnartænastan hevði sent út boð um at fáa Kuzminov ‘elimineraðan’, skrivar finska kringvarpið Yle við m.a. Reuters, The Kyiv Independent, Helsingin Sanomat og Expressen sum keldum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2024

50 Leygardagur 24. februar 2024

Føroyar eru í næstovasta styrkisbólki

Úrslitini seinastu árini hava sett manslandsliðið í góða støðu til EM 2026. Lutakastið til undankappingina verður 21. mars - fyrstu dystirnir eru á skránni í heyst

Føroyar eru í sama styrkisbólki sum m.a. Poland. Liðini kunnu harvið ikki trekkja hvørt annað. Í 2022 vóru Føroyar í niðasta styrkislagi - nú fáa vit í hvussu er okkurt mótsstøðulið av nakað lægri hill í royndini at koma til EM-endaspælið 2026 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tá lutakastið til undankappingina til EM 2024 var í 2022, vóru Føroyar í niðasta styrkisbólki. Styrkismettar umleið nummar 30 í Evropa, og møttu bara liðum, sum á pappírinum vóru sterkari.

Tað eydnaðist tó at basa Rumenia og Ukraina og enda sum ein av bestu trý'arunum í undankappingini. EM-ævintýrið er ein staðfesting av, at Føroyar eru komnar langt í hondbólti seinastu árini, men tað er eingin ætlan at støðga her.

EHF hevur eftir EM gjørt styrkismetingar av teimum 50 evropeisku londunum, ið luttaka í manshondbólti. Metingin og styrkistalið eru bygd á avrikini í teimum seinastu trimum endaspølunum og/ella undankappingunum til tey.

Her sæst, at Føroyar nú eru nummar tjúgu í Evropa - nú framman fyri millum annað lond sum Bosnia, Sveis, Rumenia og Ukraina. Hetta er serliga tí, at man kom til EM-endaspælið og eisini fekk stig har. 

Tað sum er mest umráðandi við hesum er, at Føroyar eru í styrkisbólki 2 av 4 í lutkastiinum til EM-undankappingina. Hetta lutakastið verður 21. mars í Keypamannahavn.

Hetta merkir, at í undankappingini til næsta EM-endaspælið skulu føroysku menninir bert møta einum liði, sum á pappírinum er sterkari í løtuni.

[object Object]
Føroyar vóru væl og virðiliga omaná móti Belgia í Høllini á Hálsi herfyri. Tá var talan um tveir venjingardystir (Mynd: Sverri Egholm)

Í styrkisbólki 3 eru lond, sum á leið kunnu metast sum javnlíkar ella undir føroyska støðið nú. Føroyar hava innan fyri seinastu stóru fýra árini vunnið á helminginum av hesum liðunum: Umframt Rumenia og Ukaina eru sigrar komnir í hús móti Belgia (vinardystir) og Italia (HM-undankapping)

Tað hjálpir í hesum førum heilt væl, at tað vera skandinavisku londini, sum vera vertir fyri EM-endaspælinum í 2026. Av tí at Danmark, Noreg og Svøríki skulu hýsa næsta EM-endaspælinum, eru tey ikki við í undankappingini. 

Tað er Frakland sum evropameistar heldur ikki, og harvið rúka seks av teimum fremstu hondbóltstjóðunum í Evropa. Vegna kríggið í Ukraina sleppur Russland ikki at vera við. Russar eru annars eisini omanfyri Føroyar, so ymiskt afturat góðu úrslitunum hevur sett okkum í styrkisbólk 2.

Styrkisbólkur 1:
Týskland
Spania
Ungarn
Ísland
Kroatia
Slovenia
Portugal 
Niðurlond 

Styrkisbólkur 2: 
Eysturíki 
Montenegro
Serbia
Poland 
Kekkia
Norðurmakedonia
Føroyar (nummar 20 í Evropa)
Grikkaland

Styrkisbólkur 3: 
Bosnia & Hersegovina
Slovakia
Belgia
Sveis
Rumenia
Litava 
Ukraina 
Italia

Styrkisbólkur 4: 
Finnland
Ísrael 
Estland
Georgia
Turkaland
Luksemborg
Kosovo 
Lettland

Eitt lið úr hvørjum styrkisbólki verður í hvørjum undankappingarbólki. Føroyar kunnu harvið ikki møta millum annað Polandi (EM-mótsstøðulið) ella Norðurmakedonia sum føroysku menninir skulu hitta í HM play-off umfarinum í mai. 

Tvey lið úr hvørjum bólki koma víðari til endaspælið, umframt fýra teir bestu trý'ararnar. Lutakastið verður 21. mars, og tveir teir fyrstu dystirnir í kappingini verða spældir í heyst. Samanlagt eru seks undankappingardystir á skránni - ein heima og ein úti móti øllum liðunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2024

51 Leygardagur 24. februar 2024

Spennandi landsliðsmánaðir fyri framman

Manslandsliðið er í góðari støðu til EM-lutakastið í mars og skal spæla um HM-pláss í mai. Kvinnurnar kunnu ímillum har spæla seg til EM-endaspæl

Flottu úrslitini seinastu árini hava givið vónir um - og eisini betri fyritreytir fyri - fleiri stórum og søguligum løtum. (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað hendir nógv í føroyskum hondbólti, sum er heitur í løtuni. Áhugin hjá teimum yngru at spæla er stórur, steypafinalurnar hava júst verið, og FM-spenningurin fer at hækka út á várið, og nógv gera eisini vart við seg við harpiksinum uttanfyri landoddarnar.

Tað er tó serliga til landsliðini, at fólk venda sínu eygu. Føroyska manslandsliðið og føroysku fejppararnir bergtóku Hondbóltsevropa í Berlin í januar. Rúsurin yvir stigið móti Noregi og søguliga avrikið hevði nærum ikki lagt seg, fyrrenn spurningurin varð settur: Hvat er so næst?

Uppgerðir um HM-pláss

Nú snýr tað eg seg um at royna at sleppa til HM-endaspælið í 2025. Hetta gerst veruleiki, um Føroyar basa Norðurmaekdonia yvir tveir dystir í mai.

Tað gjørdist greitt eftir lutakastið síðst í januar. Á pappírinum ein spennandi møguleiki, og helst var tað ynskimótsstøðuliðið, ið kom úr pottinum. Eitt pláss skilir liðini á nýggja styrkislistanum hjá EHF. Føroyska liðið fær fyrireikað seg saman í næsta mánaða.

HM play-off umfar:
Mikudagin 08. mai: Føroyar - Norðurmakedonia 
Sunnudagin 12. mai: Norðurmakedonia - Føroyar

Samanlagdi vinnarin kemur til HM-endaspælið í januar 2025.

[object Object]Fyrsta føroyska endaspælsstigið er framvegis fekst. Elias á Skipagøtu skínir eisini í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Skulu føroysku fjeppararnir skjótt aftur sleppa at uppliva eitt endaspæl? (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Talan var um tættan dyst millum Føroyar og Ísland í 2. umfari í oktober. Í næstu viku skulu Elsa Egholm og hinar hava stig á konto'ina í EM-undankappingi (Mynd: Jens Kr. Vang)

EM og EM

Fyri nøkrum árum síðani hevði eitt føroyskt HM-pláss verið nærum óhugsandi. Tað hevði tað eisini verið at tosa um tvey EM-endaspøl upp í slag. Lutakastið til undankappingina - sum eru bólkur við fýra liðum, har minst tvey koma víðari - verður 21. mars.

Fyrr í vikuni gjørdist greitt, at Føroyar eru í styrkisbólki tvey av teimum fýra vegna góð úrslit. Hetta er ongantíð hent fyrr, og gevur tað føroysku monnum betri fyritreytir fyri góðum lutakasti og harvið eisini at koma til EM

Fyrstu undankappingardystirnir til EM 2026 verða spældir í heyst. EM-endaspæl hjá kvinnum verður í desember í ár, og Føroyar hava framvegis møguleikan at vera við har. 

Áhugaverdar uppgávur hjá kvinnunum

Eitt av málunum hjá Hondbóltssambandinum er, at A-landsliðið hjá kvinnum, sum vanliga hevur væl yngri hóp enn tann hjá monnum, fer at kappast um pláss í endaspølum. Claus Mogensen og Simon Olsen vórðu settir sum venjari í fjør, og undankappingin fór í gongd. Talan gjørdist um tap móti Svøríki og Íslandi, men um mánaðarskifti koma áhugaverdar uppgávur móti Luksemborg, ið Føroyar standa sum favorittar ímóti.

Tað snýr seg um at fáa minst trý stig har fyrst. Í so fall hava Føroyar íhvussu er møguleika at enda sum ein bestu trý'arunum áðrenn seinastu dystirnar í apríl. Fýra teir bestu av teimum átta trý'arunum í undankappingini koma víðari til endaspælið.

Fyrri dysturin móti Luksemborg verður mikudagin.

Dystarskráin hjá Føroyum restina av EM-undankappingini: 
3. umfar - mikudagin 28. februar: Luksemborg - Føroyar

4. umfar - sunnudagin 03.mars: Føroyar - Luksemborg

5. umfar, 03. apríl: Føroyar - Svøríki

6. umfar, 07. apríl: Ísland - Føroyar 

[object Object]
Súna Krossteig Hansen er ein teimum, sum spælir á høgum stigi uttanlands - Hópurin hevur heilt lágan miðalaldur (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2024

52 Leygardagur 24. februar 2024

VÍF fekk steypið á sannførandi hátt

Fyri fyrstu ferð síðani 2015 vunnu menninir hjá VÍF steypagull. Tá vestmenningar veruliga komu í gongd, var so at siga eingin ivi. Brandur Silvurstein og Filip Jojic vóru stóru menninir

Forloysing hjá VÍF'arunum sum hava bíðað í nógv ár eftir hesari løtuni - fjeppararnir settu veruliga sín dám á steypafinaluna (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Guli múrurin og spælararnir í gulum og bláum fegnast. Mansliðið hjá VÍF spældi leygarkvøldið sína fyrstu steypafinalu síðani 2015. Eins og tá var Neistin mótsstøðuliðið, og eins og fyri níggu árum síðani, vann VÍF á teimum í bláum úr høvuðsstaðnum. Tá var bert eitt mál á muni - hesaferð var stórur munur á máltalvuni á Hálsi.

Neistin byrjaði annars væl betri. VÍF gjørdi fleiri teknisk mistøk, Sasha í Neista-málinum hevði fleiri bjargingar, og VÍF'ararnir spældu klókt og komu til góðar møguleikar fyrstu tjúgu minuttirnar.

Bjargingar vantaðu eisini í VÍF-málininum, men so kom Brandur Silvurstein inn í málið, og so líðandi gav ungi málverjin Neistanum størri og størri høvuðbrýggj saman við einari fysisikari verju. Tað var harvið ikki Mladen Mjerimacka, men 21-ára gamli Brandur - ið var við til European Open-gullið á sinni - sum gjørdist ein av stóru hetjunum hjá vestmenningum.

Hann varð eisini valdur til dagsins spælara.

[object Object]
Filip Jojic kom inn og gjørdi bart - royndi skjúttin fekk nógv mál, ið sóu einføld út, meðen Neistin noyddist at stríðast ógvuliga hart fyri at skora (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Brandur Silvurstein, dagsins leikari (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fleiri myndir frá mansfinaluni her

VÍF kom fyrstu ferð á odda, tá átta minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Tá var Filip Jojic komin inn. Tað at stóri skjútin byrjaði uttanfyri vísir, hvussu stóra breidd og styrki VÍF hevur, og hetta var eisini ein av stóru muninum í finaluni. Filip skoraði seks mál seinastu løtuna fyri steðgin, tá VÍF í roynd og veru avgjørdu dystin.

Neistamenninir royndu, men teir megnaðu ikki at bjóða av aftur í hesum dystinum. Til tað vóru vestmenningar ov góðir, hóast teir ikki foldaðu seg heilt út: Teir høvdu fleiri steingir at spæla uppá, lættari við at skora, og Brandur Silvurstein og hinir vardu fyri nógvum.

Áskoðarnir vóru ógvuliga væl við allan vegin, og seinastu løtuna var tað bert niðurteljing. Áttanda steypagullið hjá VÍF-monnunum var staðfest við átta-máls sigri, og eftir stórt hátíðarhald, verða eyguni hjá VÍF vend ímóti at taka greipuna.

Faxe Kondi-finalan hjá monnum
Leygardagin 17. februar
VÍF - Neistin 31-23 (17-12)

Toppskjútti: Filip Jojic 12 (2)

Flest Bjargingar:
Brandur Silvurstein (VÍF) 12 - Dagsins spælari

Útvísingar:
VÍF: 2
Neistin: 4

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2024

53 Leygardagur 24. februar 2024

Kyndil koppaði grannunum í finaluni

Kyndil van greitt, og serliga vóru tað Turið Arge Samuelsen og Jovana Stranjanac, sum skinu á Hálsi

Stórir partar av dystinum eydnaðust tingini ikki væl hjá Neistanum móti sterka kyndlaliðnum - hetta er sættu ferð í søguni, at kyndlakvinnur vunnu steypagull (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Grannafinalan í kvinnuhondbólti koppaði greitt til tær í grønum úr Kyndli. Tað var skjótt, at Kyndil fekk yvirtakið móti einum heldur nervaðum Neistaliði, og tað endaði 29-21. Harvið hevur Kyndil nú vunnið steypakappingina seks ferðir á kvinnusíðuni.

Álopsspælið hjá Neistanum kom als ikki á flog í fyrra hálvleiki. Verjan hjá Kyndli - við Bjartu Johansen og Nadju Pejovic í miðverjuni og Karinu Debes Heinesen og Barbaru Hammer/Sólju Poulsen á 2'arunum var stinn, og vóru kanska serliga Karina og Bjarta eyðsýndar gjøgnum dystin. Kyndil fekk millum annað tálmað Bjørk Franksdóttir Joensen á høgra bakki væl, og Jovana Strajanac tók pippið frá skjúttunum í bláum - serliga fyri steðgin.

Í álpopinum var tað serliga Turið Arge Samuelsen, sum gjørdi bart. Hon plagar at skora nógv mál, og á stóra pallinum henda dagin skoraði kraftmikla og kvika havnarkvinnan heili 15 mál. Hóast Neistin í løtum fekk sett verjuna eitt sindur betri, og Silja Arngrímsdóttir Müller kom inn til seinna helmingi av fyrra hálvleiki og nærum stongdi eina løtu, so eydnaðist ongantíð at støðga Turið heilt. Tá Neistin so fór at mansverja toppskjúttan nakað inn í 2. hálvleik, gagnnýttu serliga royndu Bára Krossteig Hansen og Bjarta Johansen plássið væl.

[object Object]
Tað gekk ikki væl hjá Neistanum at bremsa glóðheitu Turið Arge Samuelsen - her skorar hon eitt av sínum 15 málum (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Bjarta Johansen og Karina Heinesen royndu av øllum alvi at tálma Mariu Pálsdóttir Nólsoy (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Skjóta Hervør Niclasen skoraði fimm mál og nøkur heilt flott... (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Men Jovana Stajanac var ein av stóru mununum steypafinaluni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Neistin byrjaði annars heilt væl eftir steðgin og uppá bara stórar fimm minuttir, minkaðu tær Neistanum um munin við fýra málum. Spælið fleyt nógv betri, og tá tók millum annað Hervør Niclasen stóra ábyrgd. Nýggi A-landsliðsvongurin skoraði trý flott mál hesa løtuna. 

Tað var minus eitt og minus tvey eina løtu, men so tók Geir Wardum leikbrá. Kyndil minkaði um mistøkini, meðan Neistin tveitti fleiri bóltar burtur. Munurin vaks skjótt aftur, og lá hann leingi um trý-fýra mál, áðrenn Kyndil fór avstað seinastu løtuna.

Mongu fjeppararnir í grønum kundu stórfegnast, nú Kyndil vann sannførandi og púra uppiborið. At tað eru væl fleiri royndir á Kyndla-liðnum kom til sjóndar. Neistin hevur nógvar heilt ungar spælarar - sannlíkt er, at hesi liðini eisini skulu spæla FM-finalur í vár. 

Fleiri myndir frá kvinnufinaluni her

[object Object]
Fegnir kyndlaáskoðarar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Faxe Kondi finalan hjá kvinnan 
Leygardagin 17. februar á Hálsi
Kyndil - Neistin 29-21 (12-7)
Toppskjúttar: Turið Arge Samuelsen 15, Maria Pálsdóttir Nólsoy 7 (2)

Dagsins spælari: Turið Arge Samuelsen

Bjargingar: 
Jovana Stranjanac (Kyndil):
14
Silja Arngrímsdóttir Müller (Neistin): 7

Útvísingar:
Neistin: 3
Kyndil: 4


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2024

54 Leygardagur 24. februar 2024

Hesi gjørdust steypavinnarar 2024

18 finalur vóru leiktar farna vikuskiftið. H71 vann flestar finalur, tilsamans seks

(Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum og var tiltakið aftur í ár sera væl vitjað. 18 finalur vóru leiktar og hartil var eisini frálíka finalutiltakið saman við Eydnudeildini.

Tað var aftur H71, sum vann flestar finalur, tilsamans seks – hjá G18, D18, D16, D14, G12 og G10B.

VÍF hevði eisini eitt gott vikuskifti og vann fýra finalur – hjá monnum, D12B, G10 og D10. Neistin vann eisini fýra finalur – hjá G16, G14 saman við ÍA, G12B og D12. ÍA vann tvær finalur – G14 saman við Neistanum og D10B.

Trý feløg vunnu eina finalu í part – Kyndil vann hjá kvinnum, VB vann G14B og KÍF vann D14B.

Allar barnafinalurnar kunnu síggjast á Youtube-rásini hjá HSF, sum eitur Handball Faroe Islands.

Steypavinnarar 2024:

Kvinnur: Kyndil – Neistin 29-21
Dagsins leikari: Turið Arge Samuelsen (Kyndil)

Menn: VÍF – Neistin 31-23
Dagsins leikari: Brandur Silvurstein (VÍF)

G18: H71 – VÍF 27-22
Dagsins leikari: Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe (H71)

D18: H71 – Neistin 42-26
Dagsins leikari: William Napoleon Djurhuus (H71)

G16: Neistin – VÍF 31-19
Dagsins leikari: Ai Waagstein (Neistin)

D16: H71 – Neistin 44-42
Dagsins leikari: Ragnar Heinason (H71)

G14: Neistin/ÍA – Kyndil 23-17
Dagsins leikari: Sigrid Hansdóttir (Neistin/ÍA)

G14B: VB – Stjørnan 29-24
Dagsins leikari: Rannvá Ryan (Stjørnan)

D14: H71 – Tjaldur 37-20
Dagsins leikari: Axel Holm Simonsen (H71)

D14B: KÍF – Team Klaksvík 31-11
Dagsins leikari: Jákup Jacobsen (KÍF)

G12: H71 – Søljan 26-11
Dagsins leikari: Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossádal (H71)

G12B: Neistin c – VÍF b 20-13
Dagsins leikari: Ró Apolonia Hansdóttir (Neistin)

D12: Neistin – H71 21-17
Dagsins leikari: Jósef Etinosa Erharuyi (H71)

D12B: VÍF – ÍA 21-14
Dagsins leikari: Tóri Pedersen (VÍF)

G10: VÍF – StÍF 12-11
Dagsins leikari: Aura Berg Mikkelsen (StÍF)

G10B: H71 b – Neistin 17-12
Dagsins leikari: Ása Niklasdóttir (H71)

D10: VÍF – SÍF 20-10
Dagsins leikari: Brandur Martinsson (VÍF)

D10B: ÍA – H71 d 10-9
Dagsins leikari: Óli Frederiksen (ÍA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2024

55 Leygardagur 24. februar 2024

Elias gjørdi bart móti norðurmakedonum

21-ára gamli hoyvíkingurin var toppskjútti í Champions League-dystinum og greitt besti maður í fyrra hálvleiki, tá grundarlagið fyri trygga Kiel-sigrinum varð lagt

Nakrar ferðir fór hann flúgvandi ígjøgnum, og nummar 71 valdi eisini at høgga til úr umleið níggju metrum í nøkrum førum, tá hann fekk pláss
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

THW Kiel greiddi hóskvøldið sína skyldu og legði seg aftur einsamalt á odda í bólki A í Champions League. Botnliðið í bólkinum, Eurofarm Pelister, vitjaði, og tað endaði 29-23.

Grundalagið varð lagt í fyrra hálvleiki, har vertirnir vóru greitt omaná. Verjuparturin var sterkur - bert tíggju mál komu ígjøgnum - og teir skoraðu heili 19 ferðir, har Elias Ellefsen á Skipagøtu gekk á odda. 21-ára gamli hoyvíkingurin stóð fyri tí mesta í álopsspælinum hjá Kiel: Hann skoraði seks mál og legði upp til seks onnur fyri steðgin. Elias setti ferðina, og fleiri av málunum og uppleggunum vóru heilt flott.

Elias sat uttanfyri fyrstu tíggju minuttirnar í 2. hálvleiki. Útiliðið kom betri við, og Kiel sløsaði sum heild nakað væl meira eftir steðgin. Teir í hvítum brendu eisini nógv, men sigurin kom ongantíð í vanda - munurin kom ikki niðurum fýra mál. 

Elias á Skipagøtu skoraði tvey mál afturat og hevði eisini tvey upplegg eftir steðgin - tað seinna talið kundi verið meira enn tvífalt, um gagnnýtisprosenti hjá viðleikarunum var hægri. Hjá Eliasi sjálvum var tað í ovaru hálvu av 70'unum í kvøld: Spælskiparin skeyt 11 ferðir og skoraði átta mál í Wunderino leikhøllini.

Føroyska landsliðsstjørnan gjørdist greiður toppskjútti hjá Kiel og toppksjútti í dystinum. Kiel er nú ógvuliga nær við at tryggja sær topp-tvey. Hetta gevur beinleiðis atgongd til fjórðingsfinalurnar, og er tað fyrsta málið hjá THW Kiel í Champions League í ár.

Eurofarm Pellister er meistaraliðið úr Norðurmakedonia. Fleiri landsliðsspælarar hjá Norðurmakedonia spæla við, so hetta var kanska ein áhugaverd trýstroynd hjá Eliasi sjálvum undan avgerandi HM play-off dystunum í mai.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2024

56 Leygardagur 24. februar 2024

Malta vann við tveimum

Føroyska A-landsliðið við kvinnum tapti fyrra venjingardystin, sum í hesum døgum eru á skránni á Malta. Úrslitið gjørdist 2-0 til maltesisku vertirnar. Sunnudagin er mótstøðulandið Albania

(Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sum heild var talan um ein javnan dyst, tá føroyska A-landsliðið við kvinnum hósdagin royndu seg í venjingardysti á útivølli móti Malta. Dysturin varð spældur á Tony Bezzina Stadion á miðjarðarhavsoynni.

Eftir fyrstu trý korterini stóð á jøvnum 0-0, men tá avtornaði vunnu maltesisku vertirnir við tveimum málum. Úrslitið gjørdist 2-0 til heimaliðið.

Annar dysturin á venjingarleguni á Malta verður sunnudagin klokkan 13, og tá er mótstøðulandið Albania.

Venjingarlegan er fyrireiking til EM-undankappingina, sum byrjar fyrst í apríl mánaði. Hvørjum londum okkara kvinnur skulu møta í undankappingini, verður avgreitt við lutakasti, sum verður týsdagin 5. mars.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2024

57 Leygardagur 24. februar 2024

Víkingur vann venjarakappingina: 28-0 í málúrttøku

Poul Kallsberg og Jørgen Nielsen skoraðu málini, tá Víkingur basti NSÍ í finaluumfarinum leygardagin

Fyrrverandi NSÍ-áleyparin, Jørgen Nielsen, skoraði seinasta málið í ársins VFF Cup - fyri Víking. Dysturin setti enn eina feita striku undir, at víkingarnir eru væl fyri (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

6. umfar og seinastu dystirnir í VFF Cup vóru á skránni í høvuðsstaðnum leygardagin.

1. deildarliðini AB og FC Suðuroy spældu á Argjum - FC Suðuroy sum avloysari fyri EB/Streym, var farið á venjingarlegu í Spania. Har endaði tað 3-3.

07 Vestur vann 2-1 á ÍF, B36 vann trygt 3-0 á Skála, og HB endaði á 5. plássi í kappingini við sigri eftir brotssparkskapping móti B68. 

Finalan var millum silvurvinnararnir í Betrideildini í fjør, Víking, og annan av uppflytarunum, NSÍ. Bæði høvdu 13 stig fyri teir fimm dystirnar undan finaluni (fýra sigrar og ein javnleik) Tað var málleyst í steðginum, men í 57. minutti legði Poul Kallsberg Víking á odda við beinleiðis frísparki.

Løtu seinni reyk svenski miðvallarin hjá NSÍ, Konrad Gustafsson, út. NSÍ fekk ein mann inn ístaðin fyri, so man spældi 11 móti 11 víðari, men fimm minuttir fyri leiklok økti Jørgen Nielsen til 2-0. Fyrrverandi NSÍ-áleyarpin hevur skorað nógv fyri Víking í venjingardystunum.

[object Object]
Poul Kallsberg hevur ein góðan skotteknikk, og tað vísit strandingurin aftur á Tórsvølli farna vikuskiftið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Málið merkir, at Víkingur endar VFF Cup við seks sigrum á samanlagt 28-0. Einki mál ígjøgnum og yvir fimm mál í miðal vísir, at liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen er væl smurt áðrenn kappingarbyrjan um tríggjar vikur.

Hendan dagin spældi liðið eisini uttan Atla Gregersen - NSÍ var uttan Klæmint Andrasson Olsen.

[object Object]Liðið úr Eysturkommunu hevur verið sannførandi fyrstu vikurnar í 2024 - enn er bert talan um venjingardystir, men landskappingin nærkast (Mynd: Venjarafelag Føroya)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. februar 2024

58 Leygardagur 24. februar 2024

KÍ funnið nýggjan málverja

Felagið hevur skrivað undir við 27 ára gamlan dana, sum kemur úr Start IK í næstbestu norsku deildini

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

27 ára gamli danin, Mark Fabricius Jensen, er nýggjur málverji hjá KÍ. 

Hann skal sostatt vera aftasti skansi hjá teimum kongabláu saman við Ara í Haraldsstovu Petersen, sum felagið keypti úr 07 Vestur í fjør.

- Við sínum royndum skal Mark styrkja og menna um kappingina á málmansplássinum. Vit vita hann hevur professionella tilgongd til uppgávuna, serligar styrkir og kemur við sínum eldhuga at rigga væl inn í støðugu menningina, sum skal flyta liðið enn longri fram á í hesum kappingarárinum, sigur høvuðsvenjarin, Haakon Lunov, við KÍ-heimasíðuna.

Mark Jensen er 1,88 metrar høgur. Hann er m.a. skrásettur fyri 44 dystir í næstbestu norsku deildini. Í 2023 var hann eykamálverji næstan alt árið hjá Start í næstbestu deildini.

Sáttmálin er galdandi fyri 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2024

59 Leygardagur 24. februar 2024

Miðverjan hjá B36 er uppá pláss

21-ára gamli sviin Vilmer Rönnberg er vinstrabeintur og spældi í bestu svensku deildini í fjør. B36 hevur fyri kortum lagt norðmann til miðverjuna

- Rönnberg verður 22 ár í næstum. Hann er kvikur og vinstrabeintur miðverji, sum er sterkur í nærdystum og góður við bóltinum. Soleiðis lýsir B36 nýggja mannin, sum vaks upp í Hammarby
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B36 hevur skrivað undir sáttmála við svenska Vilmer J. Rönnberg. Hann flytur í Gundadal úr Varbergs BoIS, sum spældi í bestu svensku deildini í fjør.

Í fjør spældi sterki sviin Isak Jönsson í miðverjuni - fyri tað mesta var tað saman við Sonna Ragnari Nattestad ella Magnusi Egilssyni. Liðformaðurin Andrias Eriksen byrjaði væl, men var plágaður av skaðum tað mesta av árinum.

Magnus og Andrias eru framvegis í felagnum, men Magnus verður helst mest á vinstra bakki. Í síðsta mánaða kom norðmaðurin Thomas Rømo Lilo til felagið, og nú er tað, sum helst verður hansara makkari, komin uppá pláss.

- Rönnberg verður 22 ár í næstum. Hann er kvikur og vinstrabeintur miðverji, sum er sterkur í nærdystum og góður við bóltinum.

Soleiðis lýsir B36 nýggja mannin, sum vaks upp í Hammarby. Har spældi hann nakað við næstbesta liðnum í stolta felagnum - hetta í triðbestu svensku deildini. Hann tók síðani stigið upp, og nú skal Vilmer J. Rönnberg spæla fyri B36. Har skal sviin millum annað royna seg í Evropa og - helst - eisini í eitt slag av oddastríði í Betrideildini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2024

60 Leygardagur 24. februar 2024

Mathias Voss er nýggjur maður í Gundadali

Hann hevur spælt 53 dystir fyri 07 Vestur seinastu tvey kappingarárini, og nú hevur 22-ára gamli danski høgri bakkurin skrivað undir eitt-ára sáttmála við HB

Hanus Sørensen fer allarhelst at spæla á miðvøllinum størsta partin av tíðini, og nú hevur HB heintað ein álopssinnaðan høgra bakk (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann kom til 07 Vestur úr Vejle fyri tveimum árum síðani sum tjúgu ára gamal og við so at siga ongum royndum í vaksnamannafótbólti.

Seinastu tvey árini hevur Mathias Voss ment seg í 07 Vestur og í Betrideildini, og fyrr í vetur bendi nógv á, at kviki og ágrýtni høgri bakkurin skuldi víðari út í heim.

Áhugi var millum annað úr næstbestu norsku deildini, men sum skilst, so hava reglur hjá FIFA um aldur og pening lagt meinbogar í vegin hjá Mathias Voss.

Meira bendi á, at Voss fór at halda fram í Føroyum kortini, og mánadagin kunngjørdi HB 22-ára gamla danska høgra bakkin sum sín nýggja spælara. Partarnir hava gjørt ein eitt-árs sáttmála.

[object Object]
Mynd: hb.fo

Mathias Voss hevur spælt 53 dystir seinastu tvey árini, har tað sum heild hevur gingið væl hjá 07 Vestur. Kanska serliga seinna árið gjørdi Voss vart við seg, og hevði hann sjey upplegg í Betrideildini. 

Hetta er annars spælarin, sum HB heintar úr 07 Vestur í vetur. Magnus Holm Jacobsen hevur eisini gjørt sáttmála við HB. Umframt hetta er Ási Dam komin aftur, eftir at 07 Vestur leigaði hann í seinnu hálvu.

Heri Hjalt Mohr skiftir til norska felagið Strømmen, sum spælir í triðbestu deildini. Havnarmaðurin fer at spæla í Oslo-økinum, og ein dani verður harvið helst fastur á høgra bakki hjá HB - í hvussu er í kapping við Ása Dam. Hanus Sørensen spældi fleiri dystir á miðvøllinum í fjør og hevur eisini gjørt hetta í venjingardystum higartil 

Keldur og tøl: bolt.fo og FaroeSoccer

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2024

61 Leygardagur 24. februar 2024

07 Vestur hevur funnið málverjan

27-ára gamli danin Sebastian John skal avloysa Ara í Haraldsstovu Petersen. Hann spældi í fjør 16 dystir fyri HB Køge í næstbestu donsku deildini

Sebastian John hevur umboðað nógv ymisk donsk feløg, og hann hevur spælt mest í næstbestu donsku deildini
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í fjør vardi Ari í Haraldsstovu Petersen málið hjá 07 Vestur í øllum dystunum. Sørvingurin gjørdist ársins spælari í felagnum og ársins ungi spælari í Betrideildini hjá monnum.

Nú skal Ari spæla við KÍ, og harvið hevur 07 Vestur leitað eftir avloysara í vetur. Nú er greitt, at viðkomandi eitur Sebastian John. Talan er um 27 ára gamlan dana, sum seinast hevur spælt við HB Køge - í fjør spældi hann 16 dystir í næstbestu donsku deildini.

Sebastian byrjaði sína yrkisleið í Viborg. Har spældi hann fyrst við ungdómsliðum, síðani eykaliðið og var hann eykamálmaður í 58 dystum í Superliguni. Sebastian spældi eisini 21 dystir fyri Viborg í 2017/2018, tá liðið var í 1. deild.

Tað er júst í næstbestu donsku deildini, at hann hevur verið mest. Sebastian John hevur havt sáttmála við Fremad Amager, Kolding IF, FC Fredericia og HB Køge, umframt Viborg.

Tað var í Viborg og nú HB Køge, at nýggi 07 Vestur-málverjin hevur spælt mest fyri besta liðið. Tilsamans hevur tað verið útvið 70 dystir í næstbestu deildini og í steypakappingini.

Umframt hetta var Sebastian úttikin donsku U17, U18, U19, U20 og U21 landsliðini, har hann hevur spælt 9 dystir.

- Sebastian er við sínum drúgvu royndum eitt sera gott íkast til unga 07 Vestur liðið. Hann kemur heilt sikkurt at verða okkum ein góður leiðari á vøllinum og íblástur til ungu spælararnar, skrivar Facebook-síðan hjá 07 Vestur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2024

62 Leygardagur 24. februar 2024

B36-kvinnur styrkja seg við donskum leikara

20 ára gamla Emma Lind Simonsen fer í ár at spæla við B36. Hon kemur úr AaB, og hevur spælt nógv í miðverjuni

Marita Debes Magnussen, forkvinna í B36, og nýggi leikarin, Emma Lind Simonsen (Mynd: B36)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Emma Lind Simonsen fer at spæla við B36 í ár. Hon er 20 ára gomul, og er uppvaksin í AaB. Í 2022/23 las hon í USA, og spældi tá við liðnum á skúlanum. Síðani vendi hon heim aftur til AaB.

- Hon royndarvandi her í januar, og vit ivaðust ikki eina løtu í, at vit vildu hava Emmu at spæla fyri B36. Hon hevur spælt nógv í miðverjuni, men hon kann spæla á fleiri plássum, sigur B36 um nýggja leikaran.

- Eg helt tað vera ein góður møguleiki at fáa nógva spælitíð og eisini nakrar góðar upplivingar. Eg kendi meg væl í felagnum og millum fólkini her, tá eg vitjaði B36 eitt vikuskifti í januar. Tí valdi eg, at taka av møguleikanum, sigur Emma Lind Simonsen við heimasíðuna hjá B36.

Landskappingin hjá kvinnunum byrjar 26. mars.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. februar 2024

63 Leygardagur 24. februar 2024

AB sett venjara til kvinnurnar

Nýggi venjarin er 32 ára gamli Luís Freitas Jr. úr Portugal. Hann skal eisini venja gentur 16 og spæla við 1. deild monnum

(Mynd: AB)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

AB hevur sett venjara til besta kvinnuliðið, sum spælir í 1. deild. Nýggi venjarin er portugisiski Luís Freitas Jr. sum er 32 ára gamal.

Felagið skrivar á heimasíðuni, at umframt at vera venjari hjá kvinnunum, skal Luís eisini venja gentur 16 og harafturat spæla við 1. deild monnum.  Luís er ein álopssinnaður leikari, ið kann spæla bæði sum vongur og áleypari, sigur AB.

Luís hevur B-venjaraprógv, og eisini hevur hann eisini eina masters-útbúgving í human fysiologi.

Sum leikari hevur Luís ferðast víða, og síðstu árini hevur hann m.a. spælt í Íslandi, Finnlandi og Luksemborg.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2024

64 Leygardagur 24. februar 2024

U17-kappingin: Byrja móti Lettlandi á Tórsvølli 17. mars

Seks dystir í EM-undankappingini verða spældir í høvuðsstaðnum í døgunum 17. til 23. mars. Lettland, Georgia og Rumenia vitja Føroyar

Føroyska U17-landsliðið við gentum fekk í fjør fleiri góð úrslit (Mynd: fsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Um vikuskiftið kunngjørdi Fótbóltssamband Føroya, at Føroyar vera vertir fyri einum bólki í EM-undankappingina fyri U17 gentur í mars.

FSF hevur nú kunngjørt skránna. Tað er millum annað greitt, at Føroyar spæla fyrsta dystin ímóti Lettlandi sunnudagin 17. mars klokkan 17.

- Lettland, Georgia og Rumenia vera føroysku mótstøðulondini, tá bólkur B3 í EM-undankappingin fyri U17 gentur verður í Føroyum í døgunum 17. til 23. mars.

Spælt verður triðja hvønn dag. Allir dystirnir, undantikið dysturin millum Georgia og Lettland í síðsta umfari, verða spældir á Tórsvølli.

Sunnudagin 17. mars
Kl. 13: Lettland – Føroyar
Kl. 17: Rumenia – Georgia

Mikudagin 20. mars
Kl. 13: Føroyar – Georgia
Kl. 17: Rumenia – Lettland

Leygardagin 23. mars
Kl. 17: Føroyar – Rumenia
Kl. 17: Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2024

65 Leygardagur 24. februar 2024

Flogbóltur: Finalurnar hjá teimum vaksnu á skránni í dag

Fleyr og Dráttur spæla um steypið frá klokkan 16, og kl. 19 er tað mansfinalan millum SÍ og Mjølnir. Samanlagt eru 13 finalur á skránni í Høllini á Hálsi um vikuskiftið

Fleyr hevur fegnast um steyp í seinastu árunum - kvinnurnar úr Havn vunnu á SÍ í spennandi hálvfinalunum og skulu nú royna at koppa Drátti (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hetta vikuskiftið eru 13 steypafinalur á skránni. Síðsta vikuskiftið var tað hondbólturin, og nú er tað flogbólturin, ið eigur tørn í Høllini á Hálsi.

Lagt varð fyri í gjárkvøldið, tá tríggjar ungdómsfinalur vóru á skránni.

Leygardagurin er longsti dagurin við seks finalum. Byrjað verður klokkan 10, og endað verður við vaksnamannafinalunum. Har eru fýra ymisk feløg umboðað - Dráttur og Mjølnir eru í leiklutinum sum favrotittar. 

Seinastu fýra finalurnar eru á skránni í morgin.

Dystarskráin fyri Bónus steypafinalurnar 2024

Leygardagin 24. februar:
Kl. 10: SÍ - KÍF (G12)
Kl. 11.15: SÍ - Dráttur (G14 A)
Kl. 12.30: TB b - ÍF a (D12) 
Kl. 13.45: Ternan - TB (D14)
Kl. 16: Fleyr - Dráttur (Meistaradeild K)
Kl. 19: SÍ - Mjølnir (Meistaradeild M)

Sunnudagin 25. februar:  
Kl. 13: KÍF - Ternan (G16 B)
Kl. 14.15: TB - Ternan (G14 B)
Kl. 15.30: Fleyr a - Mjølnir (G19)
Kl. 16.45: SÍ - Mjølnir (Kvinnuunglingar)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2024

66 Leygardagur 24. februar 2024

Fleyr og SÍ fara at kappast um FM-finaluplássið ímóti Drátti

Skuldi Mjølnir gera sær veruligar vónir um at røkka FM-finalunum, so var neyðugt at vinna á Fleyr farna vikuskiftið, men tað eydnaðist ikki

(Mynd: Ternan, sum vann sítt fyrsta stig í kappingini)
SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Tele-deildin, kvinnur:

Mjølnir – Fleyr 0-3 (23-25, 16-25, 14-25)
Skuldi Mjølnir gera sær veruligar vónir um at røkka FM-finalunum, so var neyðugt at vinna á Fleyr sunnudagin, men tað eydnaðist ikki.

Tað sá tó væl út í fyrsta setti setti, tá Mjølnir var á odda 22-18, men so vann Fleyr fýra bóltar á rað og settið 25-23.

Annað og triðja sett vann havnarliðið 25-16 og 25-14 uttan himpr.

Við sigrinum tekur Fleyr annaðplássið aftur frá SÍ, sum hevði ligið har síðani hóskvøldið eftir 3-0 sigur á Ternuni. Einans eitt stig er á muni teirra millum á øðrum og triðja plássi. Í næsta umfari, sum verður mánadagin, møtast Fleyr og SÍ í sera avgerandi dysti um, hvør teirra fær rættin at møta Drátti í FM-finalunum.

Men áðrenn tað skal Fleyr spæla steypafinalu ímóti Drátti. Tað verður í dag í Høllini á Hálsi í Havn.

Dráttur – TB 3-1 (25-19, 25-20, 22-25, 25-14)
Í kvinnudystunun síggja vit oftari enn hjá monnum, at liðini kunnu vinna bæði seks og sjey stig á rað – og onkuntíð meira – og tað hevur avgjørt mangt settið.

Sunnudagin var TB frammanfyri 12-11 í fyrsta setti, men so vann Dráttur seks stig á rað, og so fór at verða ov strævið at taka tað mista innaftur, og Dráttur vann 25-19. Sama gjørdi seg galdandi í øðrum setti, har TB var á odda 19-16 og 20-18, men so vann Dráttur rest – sjey stig á rað og settið 25-20.

Longsta stigarøðin í triðja setti var upp á fýra stig, og TB hevði tvær av teimum, og tá eydnaðist TB at vinna settið 25-22. Men seks stig eftir hæli, eftir at TB hevði verið á odda 4-3 í fjórða setti, forkom góðu byrjanini, og so vann Dráttur 25-14.

Ternan – KÍF 2-3 (17-25, 25-22, 19-25, 25-22, 8-15)
Á Toftum fegnast tey um endiliga at hava vunnið sítt fyrsta stig hetta kappingarárið. Áðrenn dystin sunnudagin hevði Ternan vunnið eitt sett, men komu nú upp á trý, sum eisini hevur givið teimum eitt stig á stigatalvuni, so hóast 3-2 tapið, fegnast tey kortini í Ternuni.

Í Kollafirði fegnast tey helst eisini um sigurin – annan á rað – eftir annars at hava tapt sjey frammanundan, men eitt sindur snópisligt man tað kortini kennast bara at fáa tvey stig fyri sigurin, hóast tað altíð er stuttligt at vinna fimmsettarar.

Støðan í Føroya Tele-kappingini, kvinnur, er tann, at Dráttur hevur 31 stig, Fleyr 25, SÍ 24, Mjølnir 16, KÍF 12, TB 11 og Ternan 1 stig. TB hevur spælt 10 dystir, Mjølnir og Ternan 11 og hini liðini 12 dystir.

Komandi dystir:

Sunnudagin 3. mars kl. 14.30: TB - KÍF í høllini í Trongisvági
Sunnudagin 3. mars kl. 17: Mjølnir - Ternan í Badmintonhøllini í Klaksvík
Mánakvøldið 4. mars kl. 18: Fleyr - SÍ í Høllini á Hálsi í Havn
Fríggjakvøldið 8. mars kl. 19: Fleyr - TB í Høllini á Hálsi í Havn

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2024

67 Leygardagur 24. februar 2024

Mjølnir og SÍ bíða eftir FM-finalunum

Eftir tryggar sigrar hjá Mjølni og SÍ á ávikavist Fleyr og ÍF, er munurin á stigatalvuni ímillum tey bæði fremstu á finaluplássunum og hini nú so stórur, at tað er mest sum bara í teoriini, at ÍF og Fleyr kunnu vinna seg upp á annaðplássið

(Mynd: FBF)
SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Tele-deildin, menn:

Eftir tryggar sigrar hjá Mjølni og SÍ á ávikavist Fleyr og ÍF er munurin á stigatalvuni ímillum tey bæði fremstu á finaluplássunum og hini nú so stórur, at tað er mest sum bara í teoriini, at ÍF og Fleyr kunnu vinna seg upp á annaðplássið, sum gevur atgongd til FM-finalurnar.

Mjølnir – Fleyr 3-0 (25-19, 25-18, 25-21)
Í Klaksvík fekk heimaliðið lítið av mótstøðu frá havnarliðnum, sum helst bara má viðurkenna, at tað ikki er ment at geva teimum báðum fremstu veruliga mótstøðu í ár.

Gamaní fylgdi Fleyr leingi væl við í fyrsta setti ,og var eisini fleiri ferðir á odda, men eftir 16-16 fór Mjølnir framum 24-17 og vann 25-19. Triðja sett var meinlíkt, men eftir 17-17 fór at dragna, og Mjølnir vann 25-21. Í øðrum setti sást skjótt, hvønn veg tað bar, tá Mjølnir hevði lagt seg á odda 6-1 og 11-4, og so vann Mjølnir lættliga 25-18.

SÍ – ÍF 3-1 (25-20, 25-13, 33-35, 25-18)
Í Sørvági tók SÍ á øðrumplássi ímóti ÍF, og tað var bara í triðja setti, at veruligur spenningur var í. Hetta settið var so eisini eitt av teimum meira óvanligu, sum fór langt upp um 30, áðrenn tað var avgjørt, tá ÍF loksins vann 35-33 við sínum tíggjunda settbólti.

Í fyrsta setti hevði ÍF annars bart seg upp á 19-20, eftir at hava verið aftanfyri 12-3, men so táttaði SÍ íaftur, og vann 25-20.

Hjá SÍ og Mjølni snýr tað seg nú mest um, hvør skal hava heimadyst í fyrru FM-finaluni. Liðið, sum er nr. 1, tá sjálv landskappingin er lokin, fær heimavøll í fyrru FM-finaluni. Tað kann hava ávísan týdning, tí hagtølini siga, at síðani farið varð undir at spæla FM-finalur í 2010, er tað ongantíð komið fyri, at tað liðið, sum hevur vunnið fyrsta finaludystin, ikki er vorðið føroyameistari – hvørki hjá monnum ella kvinnum.  

Sum støðan er beint nú, er tað Mjølnir, sum er sjey stig frammanfyri SÍ, sum fer at fáa heimavøllin fyrra finaludystin, men Mjølnir og SÍ møtast tvær ferðir aftrat í landskappingini, so enn er als einki avgørt, sum ein klaksvíkingur plagar at siga.   

Men áðrenn vit koma har til FM-finalurnar, fara Mjølnir og SÍ at møtast í steypafinaluni, sum verður í Høllini á Hálsi í Havn leygardagin 24. februar.

Støðan í Føroya Tele-deildini, menn, er tann, at Mjølnir hevur 30 stig, SÍ 23, Fleyr 12, ÍF 10 og Ternan einki stig. Mjølnir hevur spælt 11 dystir, ÍF 9 og restin hevur spælt 10 dystir. 

Komandi dystir:

Sunnudagin 3. mars kl. 13: Mjølnir - Ternan í Badmintonhøllini í Klaksvík
Mánakvøldið 4. mars kl. 20: Fleyr - SÍ í Høllini á Hálsi í Havn


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. februar 2024

68 Leygardagur 24. februar 2024

Sarita, Vár og Zoe eru best í heiminum

Sarita Kristina Hansen, Vár Guriardóttir Hansen og Zoe Dickson gjørdu bart í Prag og eisini Sára Maria Johansen, sum endaði við silvurheiðursmerkjum til HM/EM í gjár

Sára Maria Johansen, Zoe E. Dickson og Vár Guriardóttir Hansen til kappingina í fjør. Higartil hava tær vunnið silvur, gull og gull í Kekkia (Mynd: rsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Føroysku rógvararnir hava aftur staðfest, at teir eru heimsins bestu.

Soleiðis skrivar Róðrarsamband Føroya eftir at føroyskir innirógvarar hava gjørt bart á HM/EM-stevuni í Kekkia. Trý gull og eitt silvur ígjár, umframt flottar tíðir komu í hús á 500-metra teininum.

Fimm føroyskar kvinnur eru til staðar í Kekkia og kappast, og skulu tær eisini kappast í dag. Símun Tórur Joen-Jacobsen hevur róð netborið í dag

Kappingin í ár er skipað sum bæði EM og HM, og í gjár kappaðust rógvararnir á 500 metrum.

Símun Tórur Joen-Jacobsen róði í bólkinum 19-20. Símun Tórur, sum kappaðist netborðið, legði hart út við góðum starti. Hann róði seg í harðari kapping til eitt flott 9. pláss.

Zoe E. Dicksoen róði í bólkinum 21-22 lættvekt. Kappingin var hørð í startinum, men Zoe róði ein sannførandi róður, og lat ongan iva vera um, at hon fór at vinna kappingina.

Vár G. Hansen róði í bólkinum 21-22. Kappingin var hørð í startinum, men Vár leyp frá kappingarneytunum og økti um frástøðuna. Vár kom fyrst um málstrikuna og setti samstundis persónligt met.

Sarita Kristina Hansen róði í lættvektsbólkinum 23-39 ár, sum er opin bólkur. Við einum góðum starti legði Sarita seg á odda longu frá byrjan, og lá á odda gjøgnum allan róðurin, til hon kom fyrst á mál.

Sára Maria Johansen og Kristina Roest róðu í bólkinum 23-39 ár, sum er opin bólkur. Sára Maria og Kristina fingu báðar ein góðan start og lógu leingi frammi í oddunum. Sára Maria kom um málstrikuna sum nrunnar 2, og Kristina róði seg í harðari kapping til eitt flott 5. pláss. Báðar settu persónlig met.

[object Object]

Frálík føroysk úrslit (innirodur.rsf.fo)

Í dag, leygardagin, kappast allar føroysku kvinnurnar í Kekkia á 2000 metrum, og liðkapping verður eisini á skránni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. februar 2024

69 Leygardagur 24. februar 2024

Borðtennis: Spenningur undan seinasta umfari

Fjórða grand prix-umfar varð spælt í høllini á Hálsi í Havn farna vikuskifti, har 29 leikarar úr tveimum feløgum kappaðust í fýra ymiskum styrkibólkum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

A-bólkurin varð býttur í tveir bólkar og síðani cup-kapping. Favorittarnir Hallur Thorsteinsson og Fróði Fríðason Jensen vunnu sínar bólkar, og í finaluni var Hallur sterkasti leikarin og vann 3-0. Hann staðfesti harvið sína suverenu oddastøðu í samlaðu Grand Prix-kappingini.

B-bólkin vann Jákup Debess úr Tór, og skal hann nú fyri fyrstu ferð upp í A-bólkin at kappast næstu ferð. Honum á baki kom liðfelagin Elsa Kathrina Gisladóttir, sum harvið eisini flytur upp í A-bólkin, har unga havnagentan áður hevur leikt.

Í C-bólkinum var Suni á Lava (Tór) bestur frammanfyri Rasmus Johannesen (Tór), og í D-bólkinum gjørdist Dávið Jákupsson Hansen (Tór) nummar eitt og Geiri Poulsen Augustinussen (TBF) nummar tvey.

Fimta og seinasta Grand Prix-umfar verður spælt í Trongisvági í morgin.

4. Grand Prix-umfar - úrslit

Bólkur A1
1. Hallur Thorsteinsson (Tór)
2. Ári Fríðason Jensen (Tór)
3. Anja Wongwai (TBF)
4. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)

Bólkur A2
1. Fróði Fríðason Jensen (Tór)
2. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
3. Ólavur Hammer (TBF)
4. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)

Finala
Hallur Thorteinsson - Fróði Fríðason Jensen 3-0

Hálvfinalur
Fróði Fríðason Jensen - Ári Fríðason Jensen 3-1
Hallur Thorsteinsson - Rasmus Teitsson í Skorini 3-0


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2024

70 Leygardagur 24. februar 2024

Luitjen næstbestur í NM

18 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag var næstfremstur í sterkasta bólkinum í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar, sum endaði sunnudagin. Hin føroyski telvarin í A-bólkinum, Jón í Horni Nielsen, úr Sandavágs Talvfelag, stóð seg eisini væl, og rakk einum fjórða plássi

Luitjen Akselsson Apol, vinstrumegin, við steypinum fyri flotta 2. plássið í elsta bólkinum í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar
SkrivaÐ:

Innsent

Í alt tólv telvarar - tveir úr hvørjum norðurlandi - eru í hvørjum NM-bólki. Telvararnir eru flokkaðir í fimm bólkar eftir aldri. Tveir telvarar úr Føroyum vóru í hvørjum bólki.

Árliga NM-kappingin var í Finnlandi farna vikuskiftið. Telvað var í Valkeakoski í finsku skógunum norðan fyri Helsinki. Seks umfør vóru í alt.

Við góða úrslitinum í hesi kappingini gongur Luitjen heili 86 stig fram í rating. Hann flytur seg tí av fjúrtanda plássi fram á sætta pláss á føroyska styrkilistanum, tá altjóða talvsamgongan kunnger nýggjan styrkilista í mars.

Luitjen hevur fyrr vunnið bronsu í NM-kappingini. Tað var í einum av yngri bólkunum í 2020, tá kappingin var í Føroyum.

Bestu føroysku úrslitini í NM-ungdómskappingunum hevur Helgi Dam Ziska fingið. Hann hevur vunnið báðar sterkastu bólkarnar , A- og B-flokkin. Helgi var norðurlendskur meistari í A-flokkinum í 2009. Ta kappingina vann hann á heimavølli í Norðurlandahúsinum.

NM 2024 - Bólkur A
1. Shazil Shehzad 2265 (Noreg) 6 stig
2. Luitjen Akselsson Apol 2146 (Føroyar) 4½ stig
3. Aleksandr Domalchuk-Jónasson 2362 (Ísland) 4 stig
4. Jón í Horni Nielsen 2075 (Føroyar) 3½ stig
5. Vidar Grahn 2234 (Svøríki) 3 stig
6. Oliver Nilsson 1973 (Svøríki) 3 stig
7. Mikkel Loftgaard 2258 (Danmark) 2½ stig
8. Max Moe Pedersen 2027 (Noreg) 2½ stig
9. Benedikt Briem 2149 (Ísland) 2 stig
10. Paulius Meskenas (Danmark) 2 stig
11. Anton Sinitsyn (Finnland) 1½ stig
12. Konsta Kallunki (Finnland) 1½ stig

12 telvarar í alt.

[object Object]
Jón í Horni Nielsen og Luitjen Akselsson Apol í NM-kappingini í Finnlandi farna vikuskiftið. Báðir stóðu seg væl í sterkasta bólkinum


Hinir bólkarnir
Føroyar fingu nógv bestu úrslitini í sterkasta bólkinum. Í yngru bólkunum gjørdu okkara telvarar seg ikki galdandi, tó at glottar vóru.

Í bólki B endaðu Elias Petersen og Rókur Davidsen nummar 10 og 11 av 12 við 1½ stigum hvør.

Í bólki C endaði føroysku umboðini aftast. Unglingaføroyameistarin Petur G. Magnussen fekk 1½ stig á 11. plássi, og Emil Jakobsen fekk ½ stig á 12. plássi.

Í bólki D gjørdust føroysku telvararnir eisini síðstir. Oskar Jakobsen og Andrias Gøthe fingu eitt hálvt stig hvør fyri innanhýsis remis.

Í yngsta bólkinum - bólki E - var Lisa J. Xin nummar 10 við tveimum stigum. Baldur Jørgensen fekk 1½ stig og var nummar ellivu.

[object Object]
9 ára gamla Lisa J. Xin umboðaði Føroyar í yngsta bólkinum í NM-kappingini fyri unglingar. Hon fekk tvey stig av seks møguligum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2024

71 Leygardagur 24. februar 2024

Pál Joensen samskipari hjá Antidoping Føroyum

Tað verður navnframi svimjarin, Pál Vitalis Joensen, sum frameftir fer at samskipa arbeiðið hjá Antidoping Føroyum. Hann tekur við eftir Jarvin Feilberg Hansen og fer at halda fram við arbeiðinum at tryggja reinan ítrótt í Føroyum

(Mynd: ÍSF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Antidoping Føroyar hevur eftirlit við og arbeiðir fyri, at doping ikki fer fram í føroyskum ítrótti. Tað eru seks eftirlitsfólk knýtt at virkseminum, og Pál Joensen fer frameftir at samskipa arbeiðið við eftirlitsroyndum, kunning og samskifti.

Pál Joensen gleðir seg at fara undir arbeiðið.

- Á míni ítróttarleið havi eg tíverri upplivað, at ítróttin ikki altíð er rein og rættvís. Eg havi altíð havt stóra virðing fyri teimum, sum arbeiða fyri at halda ítróttina dopingfría. Tí eri eg sera glaður fyri møguleikan til at geva mítt íkast til antidopingarbeiðið, sigur Pál V. Joensen um nýggja starvið.

Eisini Jónas Þ Næs, formaður í Antitopingstýrinum, fegnast um nýggja samskiparan.

- Vit í Antidoping Føroyum eru ómetaliga glað fyri at hava fingið Pál við umborð og gleða okkum til at arbeiða fyri einum reinum, heiðurligum og dopingfríum ítrótti saman við honum. Samstundis vilja vit nýta høvi at takka Jarvin Feilberg Hansen fyri hansara stóra arbeiði á økinum.

Uppgávurnar hjá Antidoping Føroyum eru at taka dopingroyndir av ítróttafólki í Føroyum, at melda og leggja fram mál um doping, at kunna um doping, at taka lut í altjóða arbeiði fyri at fyribyrgja doping og at ráðgeva og kunna almennar myndugleikar um viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri økið.

Antidoping Føroyar hevur tætt samstarv við Antidoping Danmark.

Pál Joensen tók við starvinum 15. februar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2024

72 Leygardagur 24. februar 2024

Fríði skal umboða Føroyar í eEuro-undankappingini

Við trimum sannførandi sigrum vann Fríði Mohr Jacobsen føroysku kappingina. Toftamaðurin skal spæla móti sjey spælarum úr øðrum londum

Spælt var í EA FC24 - tað sum fyrr hevði navnið FIFA. Tá avtornaði endaði Fríði Mohr Jacobsen fremstur við fullum stigatali,og harvið skal hann spæla EM-undankapping, har samanlagt 51 evropeisk lond taka lut (Mynd: Hans Erik Danielsen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Við trimum sannførandi sigrum gjørdist Fríði Mohr Jacobsen av Toftum stóri sigursharrin, tá kappast varð um, hvør skal umboða Føroyar í eEURO 2024 undankappingini.

Spælt var í EA FC24 - tað sum fyrr hevði navnið FIFA. Tá avtornaði endaði Fríði Mohr Jacobsen fremstur við fullum stigatali,og harvið skal hann spæla EM-undankapping.

Tað er eisini greitt, at í EM-undankappingini eru Føroyar í bólki G saman við Belgia, Svøríki, Finnlandi, Ukraina, Norðurírlandi, Wales og Kosovo. Dystirnir verða spældir 16. og 17. mars.

51 evropeisk lond taka lut í undankappingini. Nummar 1 í hvørjum bólki, umframt vertslandið, fara víðari til sjálvt EM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í summar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. februar 2024

73 Leygardagur 24. februar 2024

Til minnis um Anfinn Kallsberg

Hóast tað eru fleiri ár, síðan Anfinn gavst í politikki, so tosa fólk, óansæð politiskan lit, framvegis um hann við stórari virðing og minnast hann sum ein tann dugnaligasta politikkaran, ið landið hevur fostrað

(Mynd: Fólkaflokkurin)
SkrivaÐ:

Minningarorð / Fólkaflokkurin

Svárt var at fáa boðini um, at okkara kæri floksformaður og starvsfelagi, Anfinn Kallsberg, eftir stutta, men tunga sjúkralegu er farin hiðani.

Tankarnir leita í djúpari samkenslu til tín, Berghild, og synirnar, Hans Jákup, Kára og Signar við tykkara familjum. At missa eitt so framúrskarandi menniskja er ófatiliga tungt – og bøn okkara er, at Harrin skal styrkja tykkum í sorgini.

Anfinn Kallsberg var fyrst og fremst familjumaður, sum stórliga elskaði og tók sær av sínum kæru.

Og so var hann ein sannur úrmælingur í politikki. Eitt yrki, sum hann gav stóran part av sínum arbeiðslívi.

Í sjeytiárunum var hann borgarstjóri á Viðareiði. Í 1980 trein hann inn á landspolitiska pallin og var valdur í Løgtingið. Við eldhuga og stórari undirtøku røkti hann landspolitiska starvið í meir enn ein mansaldur, bæði sum løgtingsmaður, løgtingsformaður, landsstýrismaður, fólkatingsmaður og sum Føroya løgmaður.

Anfinn var ein persónur, sum altíð var savnandi, og flest allir føroyingar høvdu virðing fyri honum, eisini tey harðastu mótstøðufólkini. Sum starvsfelagi var hann umsorganarfullur, og hann hevði altíð yvirskot at koma við góðum ráðum og ugga, tá harðast leikaði á.

Hóast tað eru fleiri ár, síðan Anfinn gavst í politikki, so tosa fólk, óansæð politiskan lit, framvegis um hann við stórari virðing og minnast hann sum ein tann dugnaligasta politikkaran, ið landið hevur fostrað.

Anfinn hevði orðið í síni makt. Tók hann orðið, broyttist hølið, og øll lurtaðu við virðing. Røður hansara vóru altíð savnandi, men beinraknar. Orðavalið, tónalagið og ikki minst útstrálingin gjørdu, at fólk sótu undir hvørjum orði, og tað var tað sama, um tað vóru stórar fjøldir, smáir bólkar, ella tað var í tingsalinum.

Anfinn Kallsberg var eisini kendur fyri óvanliga gott politiskt hegni at náða sínum og floksins málum. Hann valdi altíð røttu løtuna at koma við sínum málum. Hann var afturhaldin, men málrættaður og fekk tí oftast síni mál samtykt. Úrslitalistin er óendaliga langur.

Í sínum politiska yrki sat hann við nógvar borðendar. Tann fyrsti var borgarstjórastólurin á Viðareiði í 6 ár. Stórtíðin var frá 1998 til 2004, tá ið hann sat við borðendan sum Føroya løgmaður – eitt heilt serligt og søguligt tíðarskeið í føroyskum politikki.

Men eisini var hann í 3 førum landsstýrimaður, fleiri ferðir formaður í ymiskum løgtingsnevndum, ikki minst fíggjarnevndini, og eitt tíðarskeið var hann eisini løgtingsformaður.

Og í heili 14 ár var formaður Fólkafloksins.

Í politikki er ofta stríð um sessir, men soleiðis var ikki við Anfinn. Hann hevði ongantíð nakað ynski um nakran sess, og kanska júst tí fekk hann bjóðað teir flestu. Hansara fyrsta svar var altíð nei, men so fór tingbólkurin í gongd at sannføra hann um, at hann var tann rætti. Onkuntíð var síðsta vápnið tikið í nýtslu, nevniliga, at ’vit finna ongan annan’. Oftast eydnaðist til endans at fáa hann at taka av.

Í samráðingum dugdi hann óvanliga væl. Um tað vóru samráðingar í tingbólkinum, millum flokkar ella við donsku stjórnina, so skaraði hann framúr. Gingu samráðingar trupult, ella stóð í botni, varð steðgað á eina løtu. Og so fór Anfinn mangan inn í eitt rúm við síðuna av, har hann ringdi til konu sína og tosaði ofta leingi. Tá fundur varð tikin upp aftur, kom Anfinn altíð við onkrum nýggjum til at loysa knútin.

Fyri okkum var eingin ivi. Berghild var hansara størsti stuðul og ráðgevi. Tað var bæði í truplum og tungum løtum, at hon stóð sum drangur við hansara lið. Hennara treytaleysa stuðul hevði hann ofta á orði, nakað, sum hann týðiliga setti óendaliga stóran prís upp á.

Anfinn Kallsberg hevur helst verið Føroya lands besti politikari. Men fyri hann var familjan eitt og alt. Tað gekk í honum, um hann ikki hvørt kvøld slapp norður til familjuna á Viðareiði. Har vildi hann vera saman við teimum.

Góða Berghild, synirnir, Hans Jákup, Kári, Signar og øll tykkara. Tit hava mist ein, sum elskaði tykkum yvir alt og altíð vildi vera har fyri tykkum.

Saknurin er stórur, og sorgin er svár, men gott er at vita, at hann er farin í eitt betri stað. Má Harrin styrkja tykkum í sorgini.

Við hesum orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um Anfinn Kallsberg.

Fólkaflokkurin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. februar 2024

74 Leygardagur 24. februar 2024

Eitt ljós er slóknað

7. januar andaðist Roland R. Thomsen, 85 ára gamal

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Amnesty International Føroyar

7. januar andaðist Roland R. Thomsen, 85 ára gamal.

27. juni 1965 varð í útvarpinum bjóðað til kunnandi fund um altjóða felagsskapin, Amnesty International, sum fá ár framanundan var settur á stovn. Tað var Roland R. Thomsen, ið fyrr á árinum var fluttur til Føroya her hann hevði konu og tvær døtur, sum bjóðaði fólki á fund at hoyra um felagsskapin og ætlanirnar um at seta eina føroyska deild á stovn. Árið fyri hevði Roland sjálvur verið til kunnandi fund í studentahúsi í Keypmannahavn um ætlanirnar at stovna donsku deildina, sum hann eisini gjørdist virkin í eitt tíðarskeið.

[object Object]Roland er her avmyndaður á skrivstovu okkara í Vertshúsinum. Gøtuskiltið hevur Ole Wich gjørt í samband við eina listaverkætlan við gøtuskilti við nøvnunum hjá útlendingum, sum hava gjørt eitthvørt týdningarmikið fyri føroyska samfelagið, og sum Oli helt áttu at verið viðurkendir

Nakrar mánaðir seinni varð fundurin hildin, og 21 fólk møttu. Ein fyribils nevnd var sett, og í hana komu Jóhanna Jensen, Eyðun Johannesen, Finnur Johansen, Poul Skårup og so Roland, sum eisini gjørdist fyribils formaður. Á altjóða mannarættindadegnum – 10. desembur – sama ár varð stovnandi aðalfundurin hildin, og í nevndina vórðu vald Palle Burla, Marius Johannesen, Fraser Eysturoy, Maud Heinesen og Roland, sum gjørdist fyrsti formaður felagsins. Maud Heinesen tók yvir sum forkvinna seinni á nevndarárinum, men Roland sat í nevndini í fleiri ár.

Roland flutti til Grønlands í 1977, og har tók hann stig til at stovna eina grønlendska deild, har hann var virkin í nógv ár.

Roland var ein ómetaliga blíður og fyrikomandi maður, og so var hann eisini mentafólk. Roland vann sær skjótt ein vinarskara í Føroyum, og saman við øðrum setti hann sanniliga dám á føroyskt mentanarlív. Saman við Eyðuni Johannesen og Jens Paula Heinesen gjørdi hann heimildarfilmin “Jamen, se nu Færøerne”, og hann var við at skipa fyri konsertum við stórum nøvnum, mentanarstevnum og listaframsýningum – eisini til frama fyri felagsskapinum. 

[object Object]Her eru Roland og “Amnestyðj national” teknaði á baksíðuni á Sosialinum. Tónleikur, listafrasýning og píkatráður

Tá ið Roland vitjaði familju og vinir í Føroyum, kom hann onkuntíð á gátt á skrivstovuni. Og tá ið Amnesty International Føroyar hevði 50 ára hald í 2015, var Roland við til hátíðarhaldið – tað eru vit ógvuliga glað og takksom fyri.

[object Object]

[object Object]Myndirnar eru frá 50 ára haldinum í 2015. Á ovastu myndini er Roland avmyndaður við Lív Patursson, sum tá var nevndarlimur í Amnesty Føroyum. Niðara myndin er av Amnesty-eldsálum: limum, nevndarlimum, ungdómi í Amnesty, fyrrverandi nevndarlimum og starvsfólki. 

[object Object]Tá ið Roland vitjaði í Føroyum 2015 hitti hann okkara andlit til andlit-starvsfólk, Barbaru og Bárð, á gongugøtuni í Havn. Tey vóru so heppin at fáa eina selfie við Rolandi.

Nú Roland ikki er millum okkara longur, kunnu vit gleðast um, at hann var so eldhugaður, at hann sama ár, sum hann flutti til Føroya, tók stig til at seta Amnesty Føroyar á stovn. Hetta var einans trý ár eftir, at Amnesty International varð stovnað.

Vit í Amnesty senda tykkum, sum eftir sita, okkara djúpastu samkenslu. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. februar 2024