Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Fríggjadagur 08. mars 2024 | Nr. 10 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Pantgjaldið køvir føroyska bryggjarívinnu

SíÐa 2

1 Leygardagur 09. mars 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Linjuføringar

Vestmenningar eru nú av álvara farnir at gera vart við síni krøv um at fáa eina alternativa farleið til bygdina, so at vestmenningar og onnur ikki noyðast at setast aftur, tá stórkavi legst á Høgareyn, ella ov nógvur vindur er at fara um fjøll í bili.

Kallað er inn til fundar mánakvøldið fyri at seta gongd á kjakið, ikki minst hvussu linjuføringin skal vera. Sambært teimum, ið kalla inn til fundar, so vilja tey gera av við tápuliga tankan hjá landsmyndugleikunum um at leggja munnan til komandi vestmannatunnilin uppi í hæddunum oman fyri Kvívík.

Tey vilja heldur hava munnan at liggja í dalinum oman fyri Leynar, onkrastaðni millum Leynavatn og munnan til Vágatunnilin.

Hiðani halda vit, at eisini hetta er ein skeiv loysn, tí hon gevur ongar eyka fyrimunir annað enn at túrurin til Havnar minkar við nøkrum minuttum ella kilometrum.

Vit hava á hesum stað víst á fyrimunirnar við at hugsa eina alternativa farleið. Nevniliga at leggja tunnilin til Hvalvíkar. Fyrimunirnir eru so nógv fleiri við einum veruligum alternativi heldur enn at leggja tunnilin parallellan við vegin, sum nú verður brúktur.

Við tað at nógv virksemi er í fjøllunum millum Vestmanna og Kvívík, so skal vegurin har varðveitast. Og hinvegin, so er heldur einki í vegin við núverandi Vestmannavegnum annað enn, at har ikki er koyrandi nakrar fáar dagar um veturin.

Tá Sev nú kortini er farið í gongd við stóra verkætlan uppi í Heygadali, sum inniber at nýggjur vegur verður gjørdur niðan til komandi nýggja Mýruverkið, so átti tað verið lagað manni at knýtt tunnilsverkætlanina upp í og givið Vestmanna og vestmenningum eina alternativa leið til og úr bygdini – nakað, ið vildi gjørt, at Vestmanna ikki longur er ein blindtarmur á Føroyakortinum, men ein spennandi støðgur á ferðini, sum nógv fleiri fólk vildu gjørt sær gagn av.

Velji tí at endurtaka nakrar av grundgevingunum, sum vit orðaðu í oddagrein her á staðnum 14. januar 2023:

- Ein slíkur tunnil hevði knýtt bondini millum Vestmanna og eystara part av Norðstreymi nógv tættari saman. Í dag er kommunalt samstarv á nøkrum økjum. Tað er neyvan ivi um, at vegasamband beinleiðis millum Vestmanna og Sundalagið hevði ført til fleiri samstørv, ið kundu verið til stórt gagn og menning fyri bæði økini.

- Vansin er sjálvandi, at farleiðin til Havnar (tað er eftir øllum at døma hagar, ið tørvurin er, og verður mettur út frá) ikki styttist við fimm kilometrum. Farleiðin verður kanska fimm kilometrar longri enn hon er nú, men afturfyri styttist leiðin til norðara og eystara part av Føroyum minst 30 kilometrar.

- Ein tunnil millum Vestmanna og Hvalvík fer tí at verða til nógv størri gagn, enn ein tunnil til Kvívíkar/Leynar, har vegur longu er frammanundan. 

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 7328

    Lisnar síður: 35280

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Fríggjadagur 08. mars 2024

Pantgjaldið køvir føroyska bryggjarívinnu

- Uppskotið til nýggja pantskipan er stríð við allar grønar grønar tankar um at menna føroyska vinnu og eggja til stuttfluttar vørur, sum landsstýriskvinnan annars hevur gjørt seg til talskvinnu fyri

Annika Waag (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Á Føroya Bjór vóru tey óvanliga hugstoytt, tá tey hósdagin lósu lógaruppskotið frá Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu, um nýggja pantskipan.

- Tað, sum ørkymlar okkum allar mest av øllum er, at landsstýrið í hesum uppskotinum als ikki tekur atlit til føroyska framleiðsluvinnu, men eina og aleina hevur snikkað lógina fyri at tæna teimum, sum flyta inn og selja útlendskar vørur í Føroyum.

Soleiðis sigur Annika Waag, virkisleiðari á Føroya Bjór. So hugstoytt ljóðar hon á røddini, at hon næstan er farin at ivast í, um aldargamla fyritøkan, Føroya Bjór, hevur lív lagað.

- Vit hava roynt at greitt landsstýriskvinnuni frá okkara støðu, men tað er sum um at vit hava tosað fyri deyvum oyrum, tí hædd er als ikki tikin fyri teimum grundgevingum, sum vit hava ført fram.

- Og tað, sum nívir okkum mest er, at hetta uppskotið er í stríð við allar grønar tankar um at menna føroyska vinnu og eggjan til stuttfluttar vørur, sum landsstýriskvinnan annars hevur gjørt seg til talskvinnu fyri.

Skipan hevur virkað í 135 ár

Føroya Bjór er ein av teimum elstu fyritøkunum, sum enn eru virknar. Í heili 135 ár hevur Føroya Bjór havt eina returskipan koyrandi, har fólk hava latið fløskurnar innaftur, sum síðan hava verið endurnýttar.

- Okkara returskipan hevur virkað sera væl. Vit kunnu vísa á, at heili 94 prosent av fløskunum eru komnar innaftur. Og tað harmar okkum, at henda skipan nú verður fær eitt skot fyri bógvin við nýggja lógaruppskotinum.

[object Object]

Fyri Anniku Waag og Føroya Bjór kemur hetta oman á bakkastið, sum bryggjaríið upplivdi í sambandi við, at almenna rúsdrekkasølan herfyri ikki longur vil selja øl frá Føroya Bjór í fløskum í sínum útsølum.

Á bryggjaríinum í Klaksvík verður hesin almenni politikkurin fataður sum ein roynd at seta fótonglar í vegin fyri føroyskum framleiðarum og serliga teirri vælvirkandi returfløskuskipanini.

Okursgjald fyri at umsita skipanina

Men tað, sum nú kemur sum steinur oman á byrju er, at fyritøkan, sum sambært lógaruppskotinum skal hava lógartryggjað rættindi til at standa fyri innsavningini, IRF, skal hava 50 oyru fyri hvørja fløsku og hvørt ílat, sum verður koyrd út úr bryggjarínum í Klaksvík.

- Fyri okkum verður hetta er ein eykarokning upp á 4 milliónir krónur um árið. Og fýra milliónir krónur svarar til tað, sum okkara vinningur plagar at vera. Altso allur vinningurin verður tikin frá okkum fyri at vera við í hesi skipanini.

- Men eitt pantigjald verður væl saktans sett oman á prísin, spyrja vit.

- Um vit settu tað oman á prísin, so høvdu vit verið enn verri fyri í kappingini móti innflytarunum av útlendskum drykkjuvørum, enn vit eru frammanundan. Tú skalt minnast til, at Føroya Bjór her er í harðari kapping við risastórar fleirtjóða fyritøkur, sum hava fingið fría atgongd inn á føroyska marknaðin, sigur Annika Waag og leggur afturat:

- Tað eru jú ikki okkara fløskum, sum kundin hevur trupulleikar við at sleppa av við. Tað tann margfaldi hópurin av innfluttum fløskum og íløtum, sum er trupulleikin. Tað er tí at vit halda uppá, at uppskotið til nýggja pantskipan einans er gjørt fyri innflytararnar.

[object Object]

Skulu rinda pant fyri útfluttar vørur eisini

Á Føroya Bjór øtast tey eisini við prísin upp á 50 oyru, sum skal rindast í umsitingargjaldi fyri hvørja einastu eind, ið fer út úr bryggjarínum. Serliga tá tilsvarandi kostanaður í Dansk Retursystem, er 6 oyru fyri fløskuna og 0 oyru fyri dósir, tí dósir hava eitt ávíst virði við tað at metalldósirnar kunnu seljast til endurvinningar.

Tey halda eisini at nýggja pantskipanin er ein beinleiðis meinbogi í sambandi við útflutning av føroyskum bryggjarívørum við tað at pant skal rindast til IRF, og síðan skal bryggjaríið søkja IRF um at fáa pengarnar aftur fyri tær fløskur og dósirnar, sum fara til útflutnings, herundir umborð á skip og flogfør. Hetta er ikki rímiligt, halda tey.

Hoyringssvarið frá Føroya Bjór til Umhvørvismálaráðið kann kann lesast her 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. mars 2024

3
Fríggjadagur 08. mars 2024

Nýggjur kapittul í føroyskari flogsøgu

Týskvøldið fór farmaflogfarið Eysturoy sín fyrsta túr við feskum laksi av Glyvrum til New York. Hátíðarhald var á flogvøllinum týsdagin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týskvøldið fór nýggja flogfarið hjá FarCargo, Eysturoy, sín jomfrútúr við feskum laksafløkum beinleiðis til Newark Liberty International Airport beint uttan fyri New York.

Talan var um 30 tons av feskum laksaflaki, ið er skorið hjá Bakkafrost á Glyvrum.

Hetta er byrjanin av einum nýggjum kapitli í føroyskari flogsøgu, varð sagt fleiri ferðir, tá Bakkarfost og FarCargu høvdu móttøku á ferafólkaterminalinum á Vága Floghavn fyrrapartin sama dag.

[object Object]

Eysturoy lendi fyri fyrstu ferð í Vágum seinnapartin mánadagin. Teir, ið flugu flogfarið til Føroya, eru royndu flogskipararnir Heðin Krett og Hans Meinhard á Høgabóli, sum báðir eru partaeigarar í FarCargo.

Teir báðir eru eisini teir einastu av teimum átta flogskipararunum og -stýrimonnunum, ið eru knýttir at nýggja flogfelagnum, sum hava neyðugu loyvini at flúgva flogfarið.

Hinir seks flogskipararnir skulu hava nakrar royndir og flogtímar afturat áðrenn teir hava neyðugu stemplini í sínum pappírum.

Best egnað til tørvin

Talan er um eitt Boeing 757 flogfar, sum fyrr hevur flogið við ferðafólkum fyri American Airlines, men sum nú er umbygt til farmaflogfar.

Birgir Nielsen, annar av stjórunum í FarCargo, greiddi á móttøkuni í Vágum frá, at tey høvdu kannað fleiri ymisk sløg af flogførum, men komu skjótt fram til, at júst Boeing-flogførini av 757 slagnum eru tey best egnaðu til tørvin hjá felagnum, og serliga eigaranum, Bakkafrost, sum verður tann, ið mest fer at brúka flogfarið til at flyta farm, í hvussu so er á vegnum vestur um hav.

Umframt Bakkafrost eru fýra smærri partaeigarar knýttir til felagið, tað eru teir báðir áðurnevndu flogskipararnir, og so stjórin Birgir Nielsen og Andrew Djurhuus, sum eisini er tekniskur ráðgevi hjá felagnum.

Móttøkan á fløgvøllinum týsdagin var hátíðarlig. Røður vórðu hildnar av Birgiri Nielsen, Høgna Hoydal og Tórbjørn Jacobsen, hesir báðir seinnu fyri ávikavist Føroya Landsstýri og Runavíkar kommunu, sum er heimstaður hjá felagnum.

Eisini var ein bøn hildin og signing lýst yvir flogfar og manning. Hesum tók Bergur D. Joensen, sóknarprestur, sær av.

Eisini framførdu Lena Anderssen og Niclas Johannesen nøkur løg.

[object Object]Hans Meinhard á Høgabóli inni í lastarúminum

Nýggjur møguleiki hjá føroyskum innflytarum

Eysturoy, sum flogfarið er navngivið, er 47 metrar langt, veingjabreiðið er 40 metar, og tað lastar 34 tons. Rúmkapasiteturin í floglastini er 230 rúmmetrar, og lastin kann kølast niður í 2 stig.

Flogfarið er keypt fyrst av øllum fyri at kunna frakta feskan føroyskan laks av Glyvrum og beinleiðis til kræsnar kundar og gómar í New York, har Bakkafrost frammanundan eigur eina innflutnings- flutningsfyritøku.

Men sambært Hanus Jacobsen, hinum stjóranum í FarCargo, so hevur tað jú ongantíð verið ætlanin at flogfarið skal flúgva tómt aftur til Føroyar.

Tí er tað, at ferðanetið er lagt soleiðis, at tað flýgur til Billund í Danmark á vegnum eystur um aftur Atlantshav, og haðani til Føroyar.

Felagið hevur gjørt sáttmála við distributiónsfelag, sum skal skaffa flogfarinum farm aftur til Evropa úr New York, og eisini úr Billund til Føroyar.

Við nýggju loftvegis farmarutuni hava føroyskar fyritøkur fingið ein nýggjan flutningsmøguleika, sum kann vera hentur, um talan er um størri lutir, sum hava skund at koma fram, og eisini um førur, ið helst skulu vera so feskar/frískar sum møguligt, tá tær koma í føroysku handlarnar.

Nýggjur farmaterminalur

Í Vágum eru góðar umstøður at handfara góðsið, sum skal til og úr Føroyum. Vága Floghavn hevur innrættað gomlu komuhøllina, har viðførið kom í land til farmaterminal.

Higar fara at koma viðfestivognar frá Bakkafrost við laksavøruni, pakkað í flamingokøssum.

Inni í farmahøllini verða kassarnir so stáplaðir upp á serligar plátur, sum so við serútgjørdum trukki verða fluttar upp í flogfarið á ein hátt, so at vøran rullar á hesum plátunum allan vegin oman gjøgnum flogfarið.

Í fyrstu atløgu millumlendir flogfarið hjá FaroCargo í Keflavík á veg til New York. Hetta fyri at bunkra brennievni. Flogbrennievni er dýrt at keypa í Føroyum, og so hevur tað eisini nakað at gera við, at orsaka av flogbreytin í Vágum er í so stutt til so stór flogfør, so kann flogfarið lasta meira, um brennievnistangarnir ikki eru fullir.

[object Object]
Viðførisbandið sær eitt sindur øðrvísi út nú inni í fyrrverandi komuhøllini

Tveir mans við á túrinum

Einans tveir flogskiparar/-stýrimaður verða við á hvørjum túri tvørtur um hav. Fyribils eru tað einans Heðin Krett og Hans Meinhard á Høgabóli, sum hava loyvi at føra Eysturoy, men hinir flogskipararnir hjá felagnum ferða drignir við í uppgávuna so hvørt, sum neyðugu stemplini eru komin á pappírini.

Hinir flogskipararnir/-stýrimenninir eru Rúni Højgaard, Attli Tróndheim, Johan Vágadal, Petur Borgarlíð, Ken Nolsøe og Rósing Dam.

Á fyrsta veruliga farmatúrinum týskvøldi, vóru tað aftur Hans Meinhard á Høgabóli og Hegin Krett, sum sótu í kokpittinum. Hesaferð við Hans Meinhardi í skiparasetrinum og Heðin í stýrimanssetrinum. Á túrinum heim mánadagin var tað øvugt.

Sí eisini: Video: Har kemur eingin flogterna við kaffi

Fleiri myndir her

Myndir: Sverri Egholm

[object Object]Birgir Nielsen

[object Object]Hanus Jacobsen

[object Object]Bergur D. Joensen

[object Object]Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2024

4 Fríggjadagur 08. mars 2024

Farmaflogfarið ov stórt til Vága Floghavn

Veingjavíddin á farmaflogfarinum hjá FarCargo er 41 metrar. Men Vága Floghavn hevur ikki neyðugu góðkenningina at taka ímóti flogførum størri enn 36 metrar í veingjavídd

Vága Floghavn hevur ikki góðkenning til Boeing 757-200 flogfarið hjá FarCargo (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vága Floghavn er enn ikki góðkend, at taka ímóti so stórum flogførum, sum Boeing 757-200 farmaflogfarinum hjá FarCargo. Tað visti Dagur og vika at siga hóskvøldið.

Floghavnin í Vágum hevur loyvi at taka ímóti flogførum sum hava eina veingjavídd upp á 36 metrar ella minni, men flogfarið hjá FarCargo er 41 metrar.

Kortini lendi flogfarið hjá FarCargo í Vágum mánadagin.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Tað er svenska felagið Westatlantic, sum rekur flogfarið fyri FarCargo. Felagið hevur fingið loyvi at flúgva upp á Føroyar við flogførum, sum Vága Floghavn er góðkend til, men altso ikki so stórum sum Boeing 757-200.

Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, ásannar, at floghavnin ikki er góðkend til so stór flogfør. Hann sigur við Dag og viku, at hann helt, at Westatlantic hevði fingið neyðugu loyvini frá Trafikstyrelsen, og at myndugleikin hevði givið teimum undantaksloyvi.

Trafikstyrelsen fær væntandi eina frágreiðing í næstu viku.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2024

5

Størv

Lærarar til Miðnám í Suðuroy

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Sjúkrarøktarfrøðingur til Fyribyrgjandi Heimavitjanir

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Arbeiðsleiðari til tunnilsarbeiði

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Starvsfólk til køkin á Vesturskin

Meira Umsóknarfreist: 17. november 2024

Arbeiðsfólk til kassavirkið á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. november 2024

1. og 2. stýrimaður til Smyril Line

Meira Umsóknarfreist:

Heilsuhjálparar til Heimarøktina í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Riga

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024
6 Fríggjadagur 08. mars 2024

Vága Floghavn: Loyvi varð fingið frá ferðslustýrinum

Svenska felagið Westatlantic, sum rekur farmaflogfarið fyri FarCargo sendi Vága Floghavn avrit av umsóknini og játtandi svar varð givið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir at Dagur og vika hósdagin hevði eitt innslag um vantandi góðkenning hjá Vága Floghavn at loyva stóra Boeng B757-200 farmaflogfarinum hjá FarCargo at lenda, hevur óvissa valdað, um tað veruliga er so.

Vága Floghavn sendi fríggjakvøldið út tíðindaskriv til miðlarnar, har nevnt verður, at Vága Floghavn bíðar eftir at fáa varandi loyvi frá danska ferðslustýrinum til at hetta slagið av flogførinum fær loyvi at flúgva upp á Vága Floghavn.

Men sambært Vága Floghavn hevði ferðslustýrið givið flogfarinum loyvi at lenda í Vágum 4. mars og flúgva við farmi úr Føroyum til New York tann 5. mars. Eitt eingangsloyvi.

Ferðslustýrið hevur biðið um eina frágreiðing, sum lýsir tilgongdina í málinum. Avtalað er, at frágreiðingin verður latin teimum í komandi viku. Vága Floghavn hevur tí ikki fleiri viðmerkingar til hetta málið áðrenn frágreiðingin er latin ferðslustýrinum, verður sagt.

--

Tíðindaskrivið er soljóðandi:

Tíðindainnsløg hava verið í Kringvarpi Føroya um loyvið hjá FarCargo at flúgva uppá Vága Floghavn.

Í hesum sambandi skal upplýsast, at Vága Floghavn í nærum 2 ár hevur verið í samskifti við myndugleikarnar, Trafikstyrelsen, um at fáa góðkenning til flogfør av slagnum B757-200, sum FarCargo hevur útvegað sær. Talan er um sonevnt Code Letter D flogfar. Fyrsta umsóknin varð latin í september 2022. Trafikstyrelsen bað tíðliga í 2023 um, at umsóknin varð býtt sundur í fleiri partar, og tað hevur Vága Floghavn síðani gjørt, og sent Trafikstyrelsen til viðgerðar, so hvørt sum einstøku partarnir av umsóknini og skjalatilfarið, sum Trafikstyrelsen hevur umbiðið, var tøkt. Seinastu partarnir av umsóknunum kundu sostatt ikki latast inn til Trafikstyrelsen fyrr enn ávikavist 31. januar 2024 og 26. februar 2024.

Av tí at viðgerðirnar av umsóknunum hjá Trafikstyrelsen ikki eru lidnar, bíðar Vága Floghavn eftir at fáa varandi loyvi frá Trafikstyrelsen til at hetta slagið av flogførum fær loyvi at flúgva uppá Vága Floghavn.

Loyvi varð fingið frá Trafikstyrelsen
Skipanin við lendingarloyvum og operativum loyvum verður umsitin av Trafikstyrelsen, sum tískil er einasti myndugleiki, sum kann játta slík loyvi.

Tá FarCargo ynskti at lenda í Vágum tann 4. mars og flúgva við farmi úr Vágum til USA tann 5. mars, var Vága Floghavn í samskifti við Trafikstyrelsen um hvussu hetta kundi handfarast, nú endaliga loyvið ikki fyrilá. Niðurstøðan varð, at operatørurin, sum hevur flogloyvið til farmaflogfarið, í hesum føri West Atlantic í Svøríki, kundi senda eina umsókn til Trafikstyrelsen um eitt sonevnt charter-loyvi (eingangsloyvi).

Svenska felagið søkti hin 27. februar 2024 um loyvi til charter flúgving við farmi úr Vága Floghavn til New York. Svenska felagið sendi Vága Floghavn avrit av umsókn síni. Tveir dagar seinni – hin 29. februar 2024 – fekk svenska felagið játtandi svar frá Trafikstyrelsen, við avriti til Vága Floghavn.

Út frá fyriliggjandi skjølum sá Vága Floghavn onga orsøk til at taka onnur enn vanlig atlit til tílíka flúgving.

Í Degi & Viku í gjárkvøldið kom fram, at Trafikstyrelsen hevði aðra áskoðan á málið og hevur í hesum sambandi heitt á Vága Floghavn, um at geva teimum eina frágreiðing sum lýsir tilgongdina í málinum. Avtalað er, at frágreiðingin verður latin teimum í komandi viku. Vága Floghavn hevur tí ikki fleiri viðmerkingar til hetta málið áðrenn frágreiðingin er latin Trafikstyrelsen.

Eingin ivi um trygdina
Beinanvegin tá Vága Floghavn hin 29. februar 2024 fekk sendandi avrit av charter-loyvinum til farmaflúgving, sum Trafikstyrelsen hevði játtað svenska felagnum, fór Vága Floghavn undir fyrireikingar til at taka ímóti og avgreiða lending, lasting og fráferð hjá farmaflogfarinum. Øll neyðug trygdarstig vórðu sett í verk, og eyka manning varð innkallað til tess at tryggja, at øll trygdarviðurskifti vóru avgreidd sum tey eiga.

Vága Floghavn er ikki óvand at taka ímóti størri flogførum og hevur alla kravda tilbúgving og útgerð til at handfara tílíkt. Eitt nú hava størri farmaflogfør og hernaðarflogfar lent í Vága Floghavn nakrar ferðir seinastu árini. Og tá hevur Vága Floghavn eisini gjørt neyðugar fyrireikingar, soleiðis at eingin ivi er um flogtrygdina. Lendingin og fráferðin hjá farmaflogfarinum 4. og 5. mars 2024, er tí ikki øðrvísi enn aðrar slíkar lendingar og fráferðir hjá størri flogførum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2024

7 Fríggjadagur 08. mars 2024

Ursula á vitjan í næstu viku

ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, vitjar í Føroyum hósdagin

Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, og Aksel V. Johannesen, løgmaður (Mynd: Løgmansskrivstovan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hósdagin 14. mars vitjar ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at forfólkið í ES-nevndini vitjar í Føroyum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

Semjuskjal millum Føroyar og Evropasamveldið
Endamálið við vitjanini er at undirrita semjuskjal millum Føroyar og Evropasamveldið um styrkt samstarv. Føroyar og ES hava arbeitt við semjuskjalinum í longri tíð, og nú er skjalið klárt at undirrita.

Endamálið við semjuskjalinum er at skipa ein yvirskipaðan karm fyri samstarvið millum Føroyar og ES og at menna viðurskiftini enn meira. Á vitjanini fær ES-nevndarforkvinnan somuleiðis høvi at kunna seg um ymisk føroysk viðurskifti við atliti at samstarvsøkjunum í semjuskjalinum, sum millum annað fevnir um burðardygd og veðurlagsbroytingar.

- Tá eg vitjaði í Brússel í heyst, segði eg, at eg var bjartskygdur um, at vit skjótt fóru at síggja ítøkilig úrslit. Tað síggja vit nú. Undirritanin av semjuskjalinum er eitt týðandi stig á leiðini til at menna samstarvið millum Føroyar og ES. Somuleiðis fegnist eg um, at ES-nevndarforkvinnan nýtir hetta høvið til at vitja Føroyar, og eg haldi at hetta kann vera viðvirkandi til at økja um tilvitanina um týdningin av samstarvinum, sigur Aksel V. Johannesen.

Undirritan og stuttur tíðindafundur
Hósmorgunin 14. mars verður fundur í Tinganesi millum løgmann og ES-nevndarforkvinnuna. Eisini luttaka landsstýrismaðurin við uttanríkis- og vinnumálum og danski statsministarin. Eftir fundin verður semjuskjalið undirritað. Síðani verður ein stuttur tíðindafundur, sum løgmaður og ES-nevndarforkvinnan luttaka á.

Í sambandi við vitjanina verður eisini farið umborð á hybridskipið Bakkafoss. Leiðin gongur eisini til Kaldbaks at vitja Ocean Rainforrest, ið millum annað luttekur í ES-granskingarsamstarvinum Horizon Europe. Vitjanin endar í Bø, áðrenn ES-nevndarforkvinnan við fylgi fer av landinum aftur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2024

8
Fríggjadagur 08. mars 2024

Føroyar gjørt fiskiveiðiavtalu við Bretland

Hóast semjan ikki er stór í vavi, hevur hon stóran týdning fyri viðurskiftini millum londini, heldur fiskimálaráðið

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Farna fríggjadag gjørdu Føroyar og Bretland semju um sínámillum fiskirættindi fyri 2024.

Bulurin í føroysku fiskirættindunum í bretskum sjógvi eru 850 tons av svartkalva, umframt onnur fiskasløg eitt nú hýsa, longa og blálonga.

Bretland heldur fram við sínum rættindum at veiða serliga hýsu og upsa í føroyskum sjógvi, eins og at Bretland fær eina hjáveiðukvotu av toski í hýsufiskiskapinum. Tó eru rættindi at veiða hýsu og tosk í føroyskum sjógvi skerd í ár, nú Bretland valdi at lata sína toskakvotu í NAFO sjógvi til egið fiskifar heldur enn tvíbýtta til Føroyar og Noreg.

Hóast semjan ikki er stór í vavi, so hevur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið ta støðu, at hon hevur stóran politiskan týdning fyri tvíliðaðu viðurskiftini millum Føroyar og Bretland.

Semjan kann lesast her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2024

9 Fríggjadagur 08. mars 2024

Nýggj forkvinna í Pedagogfelagnum

Hon vann valið so ruddiliga við 1.093 atkvøðum. Fyrrverandi formaðurin fekk 255 atkvøður

Sanna á Løgmansbø (Mynd: Privatmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sanna á Løgmansbø er nýggj forkvinna í Pedagogfelagnum.

Atkvøtt varð taltilt frá 14. februar og fram til á middegi seinasta leygardag.

Nýggja forkvinnan fekk 1.093 atkvøður, og fyrrverandi formaðurin, Jógvan Philbrow, fekk 255 atkvøður.

1.800 limir hava valrætt í Pedagogfelagnum, og luttøkan í atkvøðugreiðsluni var 74 prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2024

10 Fríggjadagur 08. mars 2024

KBI keypir fyritøkuna Tín Lásasmiður

Fyritøkan verður løgd saman við KBI, og Marjus Hansen fer at mynda nýggju lásadeildina

Rói Clementsen og Marjus Hansen (Mynd: KBI)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KBI í Klaksvík hevur keypt fyritøkuna Tín Lásasmiður, sum merkir, at KBI nú eisini kann bjóða sínum viðskiftafólkum eina víðfevnandi røð av lásaskipanum.

Tín Lásasmiður var stovnað í 2020 av Marjusi Hansen, ið frammanundan hevði fleiri ára royndir sum lásasmiður í Føroyum. Síðan stovnan hevur fyritøkan veitt lásaskipanir til fleiri stórar verkætlanir - eitt nú kann nevnanst Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar.

- Hetta er ein liður í at økja um virksemið hjá KBI sum veitari til vinnuna í Føroyum. Við framkomnum lásaskipanum kunnu vit nú bjóða okkum fram sum undirveitari hjá byggivinnuni til stórar og smáar byggiverkætlanir, sigur Rói Clementsen, stjóri í KBI.

Tín Lásasmiður verður nú lagdur saman við KBI, har Marjus Hansen kemur at mynda nýggju lásadeildina.

- Vit fegnast um at bjóða Marjusi Hansen vælkomnum í starvsfólkahópin hjá KBI. Tá ið tað snýr seg um lásaskipanir, so hevur hann ikki sín javnlíka, og hetta fer avgjørt at gagna viðskiftafólkunum hjá KBI, leggur Rói afturat.

KBI hevur í hesum viðfangi eisini fingið løggilding at umboða Ruko-lásaskipanir. Ruko er kent víða, og tey, sum kenna Ruko, vita, at hetta er ein hin fremsti framleiðarin av lásaskipanum – og úrvalið fevnir um alt frá mekaniskum loysnum til tær framkomnastu, elektrisku trygdarskipanirnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2024

11 Fríggjadagur 08. mars 2024

Pápi og dóttir stjórna Kemilux

Christina Hansen er nýggjur stjóri í Kemilux, og fer at stjórna fyritøkuni saman við Debes Petersen

Debes Petersen og Christina Hansen (Mynd: Kemilux)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Christina Hansen tekur við sum stjóri í Kemilux, saman við pápa hennara, Debes Petersen.

Christina er 43 ára gomul, og hevur drúgvar royndir innan bókhald. Hon hevur verið ein partur av starvshópinum í Kemilux síðan september 2019.

- Vit í Kemilux eru sera fegin um, at Christina ynskir at stjórna Kemilux, saman við Debes Petersen.

Ársúrslitið hjá Kemilux í nýggjasta roknskapinum, fyri 2022, var 772.000 krónur. Hetta er nakað lægri enn í 2021 og 2020 tá ávikavist 3,2 og 4,2 milliónir krónut lógu eftir á botnlinjuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2024

12 Fríggjadagur 08. mars 2024

Sandoyartunnilin: Útvið 800 bilar í miðal um samdøgrið

Hetta siga tølini fyri februar, og tað er umleið tvífalt so nógv, sum væntað var. Sum heild er ferðslan í undirsjóvartunnlunum meira í ár enn í fjør

Tað var óvist, júst hvussu nógv tunnilin fór at verða nýttur. Metingin hjá tunnilsfelagnum var tó eitt stað millum 300-400 bilar um samdøgrið fyri hvønn mánaða (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Beint fyri jól í 2023 læt Sandoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu. Tað var ein løta, ið nógv høvdu bíðað eftir - serliga sandoyingar.

Tað var sjálvandi óvist, júst hvussu nógv tunnilin fór at verða nýttur. Metingin hjá tunnilsfelagnum var tó eitt stað millum 300-400 bilar um samdøgrið fyri hvønn mánaða.

Nú eru tølini fyri síðsta mánaða komin. Í miðal koyrdu 783 bilar í Sandoyartunlinum um samdøgrið í februar.

Harvið er talið umleið tvífalt so nógv, sum væntað var, og er tað sjálvandi ógvuliga jaligt fyri tunnilsfelagið.

Ferðslan í øllum undirsjóvartunnlunum var eisini størri í februar í ár enn í februar í fjør.

Í Eysturoyartunlinum var miðaltalið fyri eitt samdøgur 5.898. Tað var 5.355 í fjør.

Í Norðoyatunlinum var miðaltalið 4.037. Tað var 3.806 í februar í fjør.

Í Vágatunlinum var talið 2.472. Tað var 2.315 í fjør.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2024

13 Fríggjadagur 08. mars 2024

Fimm prestar kærdu bisp

Ónevndar keldur hjá Norðlýsinum vilja vera við, at kærararnir eru Inga Poulsen Dam, Theodor E. D. Olsen, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, Anne Mette Greve Clementsen og Maria Jørðdal Niclasen

Jógvan Fríðriksson, bispur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var ein mótfallin Jógvan Fríðriksson, bispur, sum í útvarpinum sunnukvøldið, bleiv spurdur um kæruna í sambandi við setanartilgongd og avgerðina, tá Ovi Brim varð settur í starv sum próstur.

Hann segði millum annað, at kæran kundi koma kærarunum aftur um brekku, og staðfesti, at Fólkakirkjan er í stórna trupulleikum í løtuni.

Norðlýsið hevur frá ónevndum keldum fingið at vita, at teir fimm prestarnir sum hava kært, eru Inga Poulsen Dam, Theodor E. D. Olsen, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, Anne Mette Greve Clementsen og Maria Jørðdal Niclasen

Sambært Norðlýsinum hava hesir fimm prestarnir tað til felags, at teir hava søkt starvið sum próstur, sum Ovi Brim endaði við at fáa.

Prestarnir siga millum annað í kæruni, at setanartilgongin hevur verið í stríð við almenna setanarpolitikkin, at grundgevingin í setanini ikki hevur verið nøktandi, at ósaklig atlit eru tikin við í viðgerðina, at tað frammanundan var avgjørt, hvør skuldi fáa starvið, og at bert ein var tilmæltur, hóast lógin ásetur, at bispur skal geva landsstýriskvinnunni eitt raðfest tilmæli við trimum umsøkjarum.

[object Object]Ovi Brim var 7. mars kunngjørdur sum próstur í Fólkakirkjuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2024

14 Fríggjadagur 08. mars 2024

Taks: 17.000 fáa pengar aftur í skatti

1.977 borgarar hava hinvegin goldið ov lítið í skatti í fjør, og 24.611 borgarar hvørki fáa ella skylda nakað

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

17.011 borgarar fáa pengar aftur í skatti, og í alt fáa teir 56,5 milliónir krónur aftur, boðar Taks frá.

– Skattauppgerðin 2023 hjá a-skattgjaldarum er nú gjørd og liggur á Borgaraglugganum og í Mínboks hjá teimum, sum brúka hesar tænastur. Hjá øðrum kemur hon í postkassan í vikuni.

– Pengarnir koma á kontu mikudagin, 27. mars, skrivar Taks.

1.977 borgarar hava hinvegin goldið ov lítið í skatti, og fáa í næstum rokning frá Taks. Tilsamans hava teir goldið góðar sjey milliónir krónur ov lítið.

24.611 borgarar hava goldið rættan skatt, og teir hvørki fáa ella skylda nakað.

– Fær man skattauppgerð, skal man kanna, um hon er bein. Er hon tað, skal ikki gerast meira. Er feilur í, ella manglar okkurt, skal man lata inn sjálvuppgávu við røttum upplýsingum. Innlatingarfreistin er 1. mai 2024.

– B-skattgjaldarar fáa ikki skattauppgerð uttan bræv um at lata inn sjálvuppgávu. So skjótt, innlatið er, verður skattauppgerð teirra gjørd. Talan er um 5.978 borgarar. Fá alt at vita um sjálvuppgávu á www.taks.fo/sjálvuppgáva.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2024

15 Fríggjadagur 08. mars 2024

Trygd 21,8 milliónir krónur í avlopi

Inntøkurnar vóru 11 milliónir hægri enn árið fyri

Anna Mohr Holm er stjóri í Trygd (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Trygd hevði eitt gott ár í 2023. 21,8 milliónir krónur lógu eftir á botnlinjuni.

Úrslitið er merkt av góðum íløguavkasti og eini góðari skaðagongd, umframt at tillagingar vórðu gjørdar í tryggingargjøldunum fyri 2023, eftir nøkur ár við hækkandi umvælingarútreiðslum. Talið av fráboðaðum skaðum í 2023 var á hædd við undanfarin ár, men tað sæst aftur í ársúrslitinum, at skaðarnir vóru lutfalsliga avmarkaðir í stødd, við tað at bert fáir stórskaðar vóru.

Trygd hevði 26,7 milliónir krónur í avlopi fyri skatt í 2023, samanborið við 15,2 milliónir krónur fyri skatt í 2022.

Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum vóru tilsamans 168,7 milliónir krónur í 2023, sum er ein hækking á 11 milliónir.

Skaðaprosentparturin var lægri í 2023, enn árið fyri, men samlaðu skaðaendurgjøldini fyri egna rokning vóru 98,6 milliónir krónur í 2023, í mun til 97,5 milliónir krónur í 2022.

Rakstrarkostnaðurin var 28,9 milliónir krónur í 2023, samanborið við 25,0 milliónir í 2022. Øktu rakstrarútreiðslurnar eru serliga orsakað av, at neyðugar ábøtur vórðu gjørdar á skipanir og annað í mun til raksturin av felagnum. Í 2023 vóru 25 ár liðin, síðani Trygd aftur kundi virka á føroyska tryggingarmarknaðinum, og við tíðini er felagið vaksið so mikið, at tørvur var á hesum dagføringum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2024

16 Fríggjadagur 08. mars 2024

54 læknar í útbúgvingarstørvum í løtuni

Talið á útbúgvingarlæknum setir met í ár – í løtuni eru 54 læknar í útbúgvingarstørvum í sjúkrahúsverkinum og kommunulæknaskipanini

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– At talið á útbúgvingarstørvum økist, er við til at tryggja okkara heilsuverki framhaldandi tilgongd av serlæknum. Eg fegnist um góðu gongdina og góðu útlitini við nógvum føroyingum, sum lesa til lækna, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum.

At talið av útbúgvingarstørvum setur met í ár, er millum annað úrslit av, einum miðvísum arbeiði at raðfesta og menna økið.

Leiðin at gerast serlækni er long. Eftir seks ára kandidatútbúgving, fer læknin undir víðari útbúgving at gerast serlækni. Fyrsta útbúgvingarstarvið er eitt KBU-starv á eitt ár, síðan eitt hálvt til eitt ár í intro-starvi og til seinast eitt høvuðsútbúgvingarstarv á fýra til fimm ár. Tað tekur í minsta lagi 12 ár at gerast serlækni.

Sum talið á føroyingum, ið lesa til lækna uttanlands, er økt seinastu árini, er eftirspurningurin eftir útbúgvingarstørvum til yngri læknar eisini øktur. Tað er at fegnast um, at stórur áhugi er millum tey lesandi at koma aftur til Føroyar eftir loknan lestur.

Játtan til útbúgving av yngri læknum er tvífaldað seinastu fimm árini. Hetta hevur hevur gjørt tað møguligt at økja talið av útbúgvingarstørvum í Sjúkrahúsverkinum, umframt at útbúgvingarstørv innan fleiri serlæknaøkir eru góðkend.

Royndir vísa okkum, at læknar, sum hava starvast í Føroyum undir útbúgvingini, varðveita knýti til Føroyar og hava lættari við at flyta aftur til Føroya eftir lokna serlæknaútbúgving.

Tað er ikki óvanligt, at tað kann taka upp móti 15 árum, at gerast serlækni. At fleiri læknar kunnu taka ein part av serlæknaútbúgvingini í Føroyum, tryggjar Sjúkrahúsverkinum eina framhaldandi tilgongd av serlæknum.

Útbúgvingarskipanin fyri yngri læknar hevur 22 ár á baki í ár, og eftirhondini eru útbúgvingarstørv góðkend innan nógvar sergreinar í Sjúkrahúsverkinum.

Um útbúgvingarstørvini

KBU-størv: KBU er stytting fyri Klinisk basisuddannelse, og er fyrsta stigið víðari á yrkisleiðini hjá útbúnum læknum. Í løtuni eru 17 KBU-læknar í útbúgvingarskipanini.

Intro-størv: Intro-starv, er eitt innleiðslustarv til eina ávísa sergrein, har læknin nemur sær størri kunnleika til sergreinina. Áðrenn farið verður undir serlæknaútbúgvingina, skal læknin hava verið í intro-starvi í sergreinini í ½ til eitt ár. 18 læknar eru í intro-størvum í løtuni.

Høvuðsútbúgvingarstørv og deild høvuðsútbúgvingarstørv: Eitt høvuðsútbúgvingarstarv, er síðsta stigið á yrkisleiðini at gerast serlækni innan ávísa sergrein.

Síðan skipanin varð sett í verk í 2002, hevur verið møguligt at tikið serlæknaútbúgvingina til kommunulækna í Føroyum, tað vil siga serlækna innan almen medisin. Tilsamans 37 kommunulæknar eru útbúnir í Føroyum. Í løtuni eru 13 kommunulæknar undir útbúgving.

Møguleiki er eisini fyri at taka partar av høvuðsútbúgvingum innan aðrar sergreinar í Føroyum. Hetta verður í hvørjum einstøkum føri gjørt eftir avtalu við onnur universitetssjúkrahús. Í løtuni eru seks deild høvuðsútbúgvingarstørv sett í Føroyum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2024

17 Fríggjadagur 08. mars 2024

Lóg um nýggja pantskipan farin í Løgtingið

Ætlanin er, at allir handlar, ið selja íløt við panti, skulu taka ímóti eisini. Pant skal eisini leggjast á fleiri vørur - nýggja pantskipanin skal eftir ætlan koma í gildi næsta ár

Við nýggju pantskipanini fer pantumsitari at hava alla ábyrgdina av at heinta inn íløt kring landið, skilja tey og fáa íløtini send til endurnýtslu og endurvinningar. IRF hevur samtykt at átaka sær skylduna sum pantumsitari (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýriskvinnan við umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, legði í vikuni lógaruppskot fyri Løgtingið um eina nýggja pantskipan. Nýggja pantskipanin skal millum annað tryggja, at borgarar sleppa av við allar sínar fløskur og dósir á sama stað.

Frameftir verður tað soleiðis, at so at siga allir handlar, sum selja íløt við panti, skulu taka ímóti øllum íløtum og rinda kundanum pant.

Ætlanin við nýggju pantskipanini er eisini, at pant við tíðini verður lagt á fleiri vørur og íløt, so at alsamt meir fæst inn til endurnýtslu og endurvinningar.

- Endiliga fáa vit eina skipan, har vit sleppa av við allar fløskur á sama stað. Hetta hevur mann roynt at fingið í lag í nógv Harrans ár,” sigur landsstýriskvinnan.

Við nýggju pantskipanini fer ein pantumsitari at hava alla ábyrgdina av at heinta inn íløt kring landið, skilja tey og fáa íløtini send til endurnýtslu og endurvinningar. IRF hevur samtykt at átaka sær skylduna sum pantumsitari.

Nýggja pantskipanin skal eftir ætlan koma í gildi 1. oktobur 2025.

Tíðindaskriv frá Umhvørvismálaráðnum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2024

18 Fríggjadagur 08. mars 2024

Læknamiðstøðin í Gøtudali verður útbygd

Eysturkommuna hevur samtykt at taka av tilboði frá Articon um at víðka um læknamiðstøðina, og farið verður undir at grava og byggja sum skjótast

(Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á býráðsfundi 29. februar samtykti býráðið í Eysturkommunu at taka av tilboði frá Articon um at víðka um læknamiðstøðina í Gøtudali.

Tað er Teknistovan í Gøtu, ið hevur teknað, í samstarvi við kommunu, lækna og avvarandi myndugleikar. Articon fer undir at grava og byggja sum skjótast.

– Tá heilsutrygd fyrr í heyst setti ein lækna afturat í læknadømið, varð tørvur á fleiri fermetrum í læknamiðstøðini í Gøtudali. Samskift hevur verið við lækna og heilsutrygd um, hvat hølini skulu innihalda. Loysnin, ið liggur á borðinum, er meira enn ein tvífalding av teimum fermetrum, sum eru í miðstøðini í dag. Hetta fer at gera tað møguligt hjá fleiri læknum og øðrum heilsutænastum at húsast undir somu tekju, skrivar Eysturkommuna.

Arbeiðið hevur í sær eina uppíbygging, umframt eina endurnýggjan av hitaskipan, sum skal veita hita til tann nýggja og gamla bygningin. Eisini er eitt ávíst arbeiði av nýggjari ventilatiónsskipan, ogg síðani sambinding av bygningunum.

Eftir ætlan, verður klárt at flyta inn við ársenda í ár og harvið verður aftur møguligt hjá øllum borgarunum í Eysturkommunu at greiða síni læknaviðurskifti í viðtaluni í Gøtudali.

Samlaður kostnaður av verkætlanini er níggju milliónir krónir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2024

19 Fríggjadagur 08. mars 2024

Íbúðabygningur reistur á Toftum

Bústaðir standa fyri byggingini, sum umfatar 18 íbúðir. Almannaverkið skal leiga íbúðirnar út til íbúgvar, sum eru fevndir av teirra tænastum

(Mynd: Nes kommuna)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nýggjur íbúðabygningur á Toftum, sum er ætlaður til ein búfelagsskap, varð reistur týsdagin.

Í 2022 gjørdu Nes kommuna og Bústaðir rammuavtalu um eitt øki oman fyri kommunuskrivstovuna á Toftum. Avtalað varð, at Nes kommuna gjørdi økið byggibúgvið og síðan seldi tað til Bústaðir, sum síðan skuldu byggja íbúðir, sum Almannaverkið síðan fer at leiga til íbúgvar, sum eru fevndir av teirra tænastum.

Í summar  varð sáttmáli undirskrivaður millum Bústaðir og Byggivirkið KBH um bygging av íbúðarbygningi í trimum hæddum við 18 íbúðum.

Íbúðirnar verða umleið 50 fermetur. Aftur at íbúðunum verða felagshølir, starvsfólkarúm, goymsla, tøknirúm vm.

Aftan fyri bygningin verður gjørt eitt elevatortorn, trappur, svalagongd og stuðlamúrur við hegni. Frammanfyri bygningin verður altan, terrassa og parkering.

Byggivirkið KBH hevur ábyrgdina av verkætlanini sum heildararbeiðstakari. Farið varð av álvara undir byggingina í heyst, og týsdagin lítil móttøka á kommunuskrivstovuni í sambandi við, at íbúðarlonin varð reist.

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, sum umsitur Bústaðir, var við til móttøkuna eins og onnur umboð fyri Bústaðir, Almannaverkið, KBH og aðrar undirveitarar.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, greiddi frá upprunaligu tilgongdini hjá Nes kommunu í samband við at útvega grundøkið. Vegna býráðið í Nes kommunu takkaði hann fyri góða samstarvið við Almannaverkið og Bústaðir til tess at fáa gond á hesa alneyðugu verkætlan.

Helgi Johannesen, stjóri í KBH, upplýsti í síni røðu, at verkætlanin gongur væl og verður væntandi liðug á sumri 2025. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2024

20 Fríggjadagur 08. mars 2024

Ósáin verður nú rein

Klaksvíkar kommuna skal nýta tilsamans 3,8 milliónir uppá dagføring av kloakkrørum miðskeiðis í býnum

Heimasíðan klaksvík.fo skrivar, at avtala er gjørd við Kanjon um dagføring av kloakkrørum kring Skúlatrøð, Prestveg og ein part av Biskupsstøðgøtu (Mynd: klaksvik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ósáin rennur beint undir fólkaskúlanum í Klaksvík og framvið millum annað Norðoyða Sparikassa.

Tá tveir fólkaskúlar vóru í býnum hevði tann niðari navnið "Skúlin við Ósánna". Áin er ikki beinleiðis kend fyri at vera rein, men hetta skal fáast í rætt lag nú.

- Klaksvíkar býráð setir hvørt ár pening av til dagføring av spillvatnsskipanini í kommununi. Arbeiðið er nú komið til eitt øki í miðbýnum, og við hesum verða seinastu húsini fram við Ósánni eisini tikin við í skipanina.

Heimasíðan klaksvík.fo skrivar, at avtala er gjørd við Kanjon um dagføring av kloakkrørum kring Skúlatrøð, Prestveg og ein part av Biskupsstøðgøtu. Arbeiðið er deilt í tvær verkætlanir, nevniliga niðara økið á Ziskatrøð og ovara økið á Ziskatrøð

Verkætlanirnar kosta tilsamans 3,8 milliónir krónur, upplýsir Klaksvíkar kommuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2024

21
Fríggjadagur 08. mars 2024

Dragin fingið 75.000 krónur til umvælingar

Skúlaskipið Dragin stendur fyri umvælingum og stuðulin frá Lions Eysturoy/Klaksvík fer til at kalfatra skipið seinni í summar

Tummas Lervig frá Lions Eysturoy/Klaksvík, og skiparin á Draganum, Kári millum Garðarnar (Mynd: Lions Eysturoy/Klaksvík)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Lions Eysturoy/Klaksvík hava stuðlað Draganum KG 212 við 75.000 krónum.

Á samkomu umborð á Draganum hósdagin handaði presidenturin fyri Lions Eysturoy/Klaksvik, Tummas Lervig, skiparanum á Draganum, Kára millum Garðarnar, kekkin á 75.000 krónur.

Dragin stendur fyri umvælingum á skrokkin og fer stuðulin til at kalfatra skipið seinni í summar.

Lions Eysturoy/Klaksvík hava stuðlað Draganum KG 212 fyrr við einari Iridium telefon.

Dragamenninir vóru sera takksamir fyri stuðulin og vegna teir takkaði Kári millum Garðarnar hjartaliga fyri kekkin.

Lions setur eisini stóran prís uppá tað stóra arbeiði sum er lagt í at varðveita seglskipini í Føroyum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2024

22 Fríggjadagur 08. mars 2024

Fundur um komandi vestmannatunnilin mánakvøldið

Fyrireikararnir av fundinum dylja ikki fyri, at tey eru ósamd við linjuføringina hjá Landsverki

(Mynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stóra verkætlanin hjá SEV í Vestmanna, skal eftir ætlan verða klár til royndarkoyringar í 2029.

Einki er so sjálvsagt sum, at tá skal tunnilin millum Vestmanna og Leynar verða liðugur.

Soleiðis siga fyrireikararnir av kunnandi fundinum, sum verður á Miðnámi í Vestmanna mánakvøldið 11. mars.

Víðari verður sagt:

Tað mugu verða hópin av fyrimunum, um hesar báðar verkætlanirnar á onkran hátt verða tengdar saman. M. a. tá hugsa verður um allar teir kaðalar sum skulu leiða risa mongdir av orku frá Vestmanna út til alt Føroya land.

Upplagt er, at hesir kaðalar verða lagdir trygt í tunnilin, í staðin fyri at brúka ørandi upphæddir til at grava teir í jørðina. Sparingin er bæði í arbeiðsorku og longd av káplum, sum skulu gravast niður í vegaøkslina á Vestmannavegnum.

Í hesum sambandið kemur Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðari fyri pump & storage verkætlanini hjá SEV, at halda ein fyrilestur um fyrimunir og vansar, um hesar báðar verkætlanirnar blíva lagdar í eina felags verkætlan.

Seinni partur av fundinum verður nýttur at umrøða linjuføringina av Vestmannatunnlinum.

- Vit vita at Landsverk hevur arbeitt/gjørt kanningar av lendinum millum Vestmanna og Kvívík, við einum tunnilsmunna oman fyri høvusvegin í Kvívík, sum allar stórsti partur av Vestmenningum/brúkarunum, slett ikki taka undir við.

- Vit bíða nú spent eftir næsta útspælinum frá landsstýrismanninum um linjuføringina. Verður tað enn Vestmanna - Kvívík, ella Vestmanna - Leynar, sum flestu okkara ynskja, skriva fyrireikararnir.

Ymiskar framløgur verða, og eisini verður orðaskiftið, har allir politisku flokkarnir eru bodnir at verða við. Orðstýrari verður John Johannesen.

[object Object] 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2024

23
Fríggjadagur 08. mars 2024

Jóhannus Kristmundsson vart ph.d. á Setrinum

Ph.d.-ritgerðin, ið ber heitið "Real time Non-Invasive Salmon Monitoring in Offshore Fish Farms" snýr seg um yvirvøkuhættir av alilaksi í ringunum – Verkætlanin er gjørd í samstarvi millum Firum og Fróðskaparsetur Føroya

(Mynd: Granskingarráðið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin 1. mars vardi Jóhannus Kristmundsson ph.d.-ritgerð sína um yvirvøkuhættir av alilaksi í ringunum.

Heitið á PhD-ritgerðini er "Real time Non-Invasive Salmon Monitoring in Offshore Fish Farms". Verkætlanin er gjørd í samstarvi millum Firum og Fróðskaparsetur Føroya. Jóhannus hevur verið innskrivaður á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, og fyrsti partur av verkætlanini varð gjørd á Firum.

– Í hesari ritgerðini eru núverandi yvirvøkuhættir av alilaski í ringum kannaðir, og summir av hesum, til dømis undirsjóvarmyndatól og einkult-strálu-ekkolodd eru nýtt til at granska fiskaatburð. Ein nýggjur og sjálvvirkandi yvirvøkuháttur, ið brúkar fleirstrálað ekkolodd, er síðani mentur. Fyri at sjálvvirkandi síggja, hvar laksurin er í mátiúrslitunum, verður tilgjørt vit nýtt. Bygt á hendan yvirvøkuhátt varð ein kanning gjørd, har viðurskifti verða mátað, ið annars ikki áður hava borið til, so sum frástøða frá nót til fiskar og svimjitættleikin. Hesir yvirvøkuhættir skapa sera nógvar dátur, ið fyri at skapa nyttu skulu sendast til lands, stendur m.a. í samandráttinum av ritgerðini.

Verjan gekk sera væl, og Jóhannus fekk stórt rós fyri sítt arbeiði og fyri framløguna, skrivar Granskingarráðið, sum eisini hevur stuðlað verkætlanini.

Vegleiðarar hava verið Qin Xin, professari á Fróðskaparsetrinum, Øystein Patursson, stjóri í ráðgevarafyritøkuni RAO og John Potter, professari á NTNU.

Í metingarnevndini vóru Knud Simonsen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, Martin Føre, lektari á NTNU og Rubén González Crespo, professari á International University of La Rioja.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2024

24 Fríggjadagur 08. mars 2024

Barbara tekur aftur sæti á fólkatingi

Hetta fram til 25. mars og tí at Sjúrður Skaale er í farloyvi. - Eg fari at varpa ljós á nakrar av teimum markaforðingunum, sum føroyingar kunnu møta í donskum skipanunum, sigur Barbara Gaardlykke Apol

Barbara Gaardlykke Apol hevur tvær ferðir áður havt sæti á fólktaingi sum varafólk. Hon fekk 461 atkvøður á fólkatingsvalinum í 2022 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sjúrður Skaale hevur verið fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin síðani 2015. Nú verður hann í farloyvi í tríggjar vikur, og tað er Barbara Gaardlykke Apol, sum fer at røkja sessin til 25. mars.

28-ára gamla havnarkvinnan var fjórðvald á Javnaðarlistanum í 2022. Millum Barbaru og Sjúrð á listanum vóru løgmaður Aksel V. Johannesen og landsstýriskvinnan, Ingilín Didriksen Strøm. 

Harvið er Barbara Gaardlykke Apol fyrsta varafólk, og í dag tekur hon sæti á fólkatingi á triðja sinni. Hetta er fyrstu ferð í hesari setuni - Barbara var eisini varafólk undir seinastu stjón, og var fyrstu ferð á fólkatingi í mars 2020 - aðru ferð  í mai 2021.

- Meðan eg taki sæti fari eg at varpa ljós á nakrar av teimum markaforðingunum, sum føroyingar kunnu møta í donskum skipanum. Hetta er nakað, eg legði stóran dent á undir valstríðnum, og tí ætli eg mær sjálvandi at nýta møguleikan at seta sjóneykuna á tað, sigur Barbara Gaardlykke Apol.

Javnaðarflokkurin skrivar, at hon eisini fer at luttaka á einari arktiskari ráðstevnu í Svøríki. Sjálv metir hon, at tað er av stórum týdningi at gera seg galdandi á teimum altjóða pallum, vit fáa atgongd til. Ikki minst, tá tað snýr seg um háaktuell mál, so sum viðurskifti í Arktis.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2024

25 Fríggjadagur 08. mars 2024

Klæmint Østerø nýggjur rakstrarleiðari á Strandferðsluni

Hann er 53 ár, og er settur deildarleiðari fyri rakstrardeildina

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Strandferðslan hevur sett 53 ára gamla Klæmint Østerø í starv sum deildarleiðara fyri rakstrardeildina.

Starvsroyndirnar hjá Klæminti eru innan verkfrøði, verkætlanarstýring, fyrisiting og leiðslu hjá Landsverki og Fiskaaling. Í fleiri ár var hann eisini sjálvstøðugur vinnurekandi. Klæmint hevur lisið sivilverkfrøði í offshore konstruktión.

Hann tekur yvir eftir Jóan Petur Abrahamsen, sum hevur verið rakstrarleiðari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2024

26 Fríggjadagur 08. mars 2024

Jóna Rasmussen 30 ár hjá Tórshavnar kommunu

Jóna Rasmussen, listakvinna, hevur undirvíst á Tórshavnar Kvøldskúla síðan 1994

(Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna fríggjadag skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri hátíðarløtu í sambandi við, at Jóna Rasmussen, listakvinna, hevur undirvíst í 30 ár á kvøldskúlanum.

– Í 30 ár hevur Jóna Rasmussen, listakvinna, verið ein teirra, ið hevur lært frá sær og lagt fólki lag á. Og tað er ikki hissini listakvinna, ið lærir frá sær her á Tórshavnar Kvøldskúla, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Hann vísti á, at Jóna hevur havt framsýningar í Føroyum síðani 1991, m.a. á Listasavninum, har hon eisini eigur listaverk, sum eru partur av føstu framsýningini.

Eisini hevur hon sýnt fram uttanlands, og í 2021 sniðgav hon kærleikskúluna hjá Dugna.

- So tað er ein viðurkend og dugnalig listakvinna, sum undirvísir næmingum á kvøldskúlanum, og tað haldi eg, at vit kunnu vera errin av, segði borgarstjórin.

Borgarstjórin takkaði Jónu fyri arbeiði hennara og handaði henni eitt silvurmerki frá Tórshavnar kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2024

27 Fríggjadagur 08. mars 2024

Nógvir rundir og hálvrundir starvsdagar hjá Borg

Á Borg var hátíðarløta farna fríggjadag, tá 14 starvsfólk vórðu heiðrað fyri drúgva tænastu

(Mynd: Borg)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í sambandi við árliga starvsfólkadagin hjá Borg vóru  tey heiðrað, ið hava havt rundan og hálvrundan starvsdag í 2023.

Stjóri í Borg, Rodmundur Nielsen, segði nøkur orð og takkaði teimum fyri drúgva tænastu við vón um fleiri ár í væntu. Tey fingu øll hvør sítt blómutyssi og gávu frá Borg.

10 ára starvsdag:
Jóanes Højsted
Rakul Hansen
Oleif Joensen
Danny Kechtan

15 ára starvsdag:
Trúgvi Súnason í Hjøllum
Anna Højgaard
Rannvá í Túni Petersen

20 ára starvsdag:
Kári Hansen
Marek Wierzbicki

30 ára starvsdag:
Kristina Olsen
Trygvi Mortensen

35 ára starvsdag:
Ingun Langgaard
Jórun Dánjalsdóttir
Rahm í Króki


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2024

28 Fríggjadagur 08. mars 2024

"Tá eg sá teg" er ársins útvarpshitt

Við 18 prosentum av atkvøðunum, er "Tá eg sá teg" ársins útvarpshitt 2023

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinastu dagarnar hevur verið møguligt at atkvøtt fyri ársins útvarpshitti í Kringvarpi Føroya, og í morgun varð avdúkað, hvør vinnarin var.

Við 18 prosentum av atkvøðunum gjørdist "Tá eg sá teg" við Árna Andreasen ársins útvarpshitt 2023. 1993 atkvøður vóru fyri nógv spælda sanginum.

- Tey sum hava atkvøtt fyri hesum eiga alla æruna av hesum. Tey eiga eina stóra hjartanstøkk frá mær. Eg eri alvorliga rødur av hesum, segði Árni Andreasen við Góðan morgun Føroyar í telefonini úr Polandi.

Á øðrum plássi er "DNA" hjá bólkinum Adrenaline við 15 prosent av atkvøðunum, 1.633 atkvøður.

12 prosent og nummar trý gjørdist "Mr. Wrong" hjá Kristinu Bærendsen. Lagið fekk 1.163 atkvøður.

Hini sjey løgini í finaluumfarinum vóru:
Bollarnir - "Kom við mær"
Elinborg - "Í verju tíni"
Jónas Gaard & Sigrið - "Farin"
Deiggj - "Kom lat okkum dansa"
F.A.M.X - "Precious Dime"
Kári Fossdalsá - "Hvat gjørdi eg"
RSP - "Ball í bilin"

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2024

29 Fríggjadagur 08. mars 2024

Saga JAM hjá Høgna Mohr vann Lesaravirðislønina

Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum

Høgni Mohr hevur skrivað bókina Saga JAM, sum vann fyrstu Lesaravirðislønina (Savmsmynd: Sverri Egholm
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Vinnarin av Lesaravirðislønini er funnin.

Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

Seinasta mánaðin hava lesarar kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

Tey trý tilnevndu verkini í ár vóru ”Saga JAM” eftir Høgna Mohr, ”Summarið varar ikki alt árið longur” eftir Katrin Ottarsdóttir og ”Tám” eftir Jón Thorsteinsson og vinnarin gjørdist ”Saga JAM”.

Lesaravirðislønin varð handað á einum haldi á Klaksvíkar bókasavni mikudagin.

Hetta er fyrstu ferð, at Lesaravirðislønin verður latin.

Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókaøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2024

30 Fríggjadagur 08. mars 2024

James Carothers á ársins countryfestival

Nashville "honkey-tonk" sangarin, James Carothers, kemur til Føroya at spæla á Countryfestivalinum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

James Carothers kemur til Føroya at spæla á Countryfestivalinum, sum verður 6. til 8. juni.

James Carothers er kendastur fyri framførslur sínar í Nashville, har hann síðan 2015 hevur framført til fleiri enn 2.000 konsertir á millum annað vælkendu AJ’s Good Bar, The Nashville Palace og Music City Bar, samstundis sum hann hevur framført á palli í londum so sum Kanada, Japan, Skotland og Noregi.

Størsti dreymurin bleiv uppfyltur, tá hann í 2020 bleiv boðin á pall í víðakenda ‘Grand Ole Opry’ fyri túsundavís av áskoðarum. Sama ár bleiv hann útvaldur av navnframa Allan Jackson at hita upp til konsert sína á ‘Bridgestone Arena’ í Nashville.

Hetta er ein av størstu Country sangarunum, ið Nashville hevur at bjóða, so takið væl ímóti honum á palli í Sørvági í 2024, siga fyriskipararnir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2024

31 Fríggjadagur 08. mars 2024

Kristina Bærendsen á Summarfestivalin

Songkvinnan, sum er búsitandi í Íslandi, fer at hava konsert á landsins størsta tónleikatiltaki

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Countrysongkvinnan, sum er búsitandi í Íslandi, hevur konsert á Summar Festivalinum í august.

Kristina Bærendsen verður við, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í august mánaði.

Dugnaliga føroyska songkvinnan, sum er búsitandi í Íslandi, fer at hava konsert saman við bólki sínum á landsins størsta tónleikatiltaki.

Kristina Bærendsen hevur sungið og framført, síðani hon var ung genta. Hon gjørdist veruliga landskend, tá ið hon fór at framføra saman við countrykonginum Halli Joensen, og eftir at hon hevði givið fløgu út í 2012, fann hon flogið sum solistur.

Kristina hevur serliga sungið country, men eisini gospel og popp, og bæði á útgávum og konsertum hevur hon verið sannførandi. Í fjør átti hon ein av mest spældu føroysku sangunum, "Mr. Wrong", sum var ein av finalistunum til at verða Ársins útvarpshitt.

Kristina Bærendsen fer at spæla kendar sangir hjá sær og onkrar nýggjar, tá ið hon hevur framførslu á Summar Festivalinum, ið verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2024

32 Fríggjadagur 08. mars 2024

"Onkustaðni á vegnum" – søgan um PM heilsølu og um Poul sjálvan

1. mars vóru fimmti ár liðin, síðani fyritøkan PM varð sett á stovn. Í hesum sambandi er givin út bók um bæði fyritøkuna og ikki minst mannin handan fyritøkuna, íverksetaran og politikaran, Poul Michelsen

(Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hetta er ein søga um vørur, plattar og bingjur. Um virkisbygningar, trukkar og bilar. Um keyp og sølu og krónur og oyru. Men hetta er fyrst og fremst søgan um eina visjón, nøkur djørv mál, ein óvanliga sterkan vilja og eitt ómenniskjaligt treiskni.

Hetta er søgan um eina serliga mentan og um menniskjuni, sum bera hana. Um ein sterkan hugburð, sum hevur yvirlivað tíðarinnar tonn og mong skifti frá trongum og lítillátnum umstøðum til víðar og stórfingnar karmar.

[object Object]

Hetta er søgan um eitt fantastiskt lið av dugnaligum, nærløgdum og trúføstum starvsfólkum, og um nakrar professionellar og í mangar mátar ótraditionellar stjórar og leiðarar. Um eitt arbeiðsumhvørvi, sum í áratíggju fær arbeiðsfólkini til at kenna seg sum annað og meira enn júst arbeiðsfólk og starvsfelagar. Sum fær tey at kenna seg sum partur av eini serligari familju.

Hetta er sostatt ein familjusøga, soleiðis sum vit vanliga brúka orðið, men eins nógv í einum øðrvísi týdningi. Hetta er sólskinssøgan um Pf. Poul Michelsen.

Skulu vit skilja hesa søguna og hvat tað er, sum ger hesa fyritøkuna so serliga, mugu vit tó fyrst til fulnar skilja Poul Michelsen sjálvan. Henda søgan er tí ikki einans eina hálva øld, men heldur 80 ára gomul.

Hon byrjar ein summardag í 1944 undir nokk so lítillátnum korum í einum blikkensláaraheimi í miðbýnum í Havn.

Heitið á bókini sipar til, at Poul Michelsen, mestur uttan at hugsa stórvegis um tað, javnan brúkar orðingina “Onkustaðni á vegnum...”, tá hann skal greiða frá onkrum, serliga onkrari áskoðan ella einumhvørjum sjónarmiði.

Høvundarnir av bókini eru Tróndur Djurhuus og Kári Mikkelsen.

[object Object]
Poul Michelsen (Mynd: Ólavur Frederiksen)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2024

33 Fríggjadagur 08. mars 2024

Litrík norsk list í Williamsstovu

“Å tåre” er listaverkætlan hjá norsku Huldri, sum eisini skal dokumenterast í filmi

Huldri og sonurin Christopher leggja føroyaferðina til rættis (Mynd: Huldri)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mánadagin 11. mars letur upp ein forvitnislig listaframsýning upp í Gallerí Williamsstova í Niels Finsensgøtu í Havn.

“Å Tåre” er heitið á framsýningini við litríku norsku listakvinnuni, Helena Bremer Farsund, ið kallar seg Huldri.

Huldri hevur eitt gallarí í Førde, ið liggur í Sunnfjord í Sogn og Fjordani í vestara parti av Noregi. Hon arbeiðir við list á fleiri stigum. Umframt at vera listamálari, er hon eisini rithøvundur, tónleikari og sjónleikari.

Nú kemur hon av vísa sína list í Føroyum.

[object Object]

Við sær í bilinum hevur hon sonin, Christopher, sum hevur eina byggifyritøku, og ætlanin hjá teimum báðum er at filma ferðina og tær spontanu samrøðurnar teirra millum um lívið. Ætlanin er, at øll “å tåre”-verkætlanin skal gerast ein heimildarfilmur.

Umframt tey bæði, kemur eisini stórasystir Huldri, Gro N. Bremer. Hon er sangari og sangskrivari, og skal framføra í sambandi við at listaframsýningin letur upp mánakvøldið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2024

34 Fríggjadagur 08. mars 2024

Søren Pape Poulsen deyður

Floksformaðurin fyri Konservativu er deyður, 52 ára gamal

Søren Pape Poulsen her í Tinganesi saman við løgmanni (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Danski politikarin og formaðurin í Konservativa flokkinum doyði farna vikuskifti, skriva danskir miðlar.

Søren Pape Poulsen fekk undir einum nevndarfundi fríggjadagin eina heilabløðing. Hann varð koyrdur á sjúkrahús í Odense, men hann stóð ikki til at bjarga.

Hann doyði leygardagin klokkan 13.13.

Søren Pape Poulsen gjørdist 52 ára gamal.

Hann gjørdist formaður í Konservativa flokkinum í 2014, tá hann avloysti Lars Barfoed. Áðrenn tað var Søren Pape Poulsen borgarstjóri í Viborg.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2024

35 Fríggjadagur 08. mars 2024

Nikki Haley tekur seg úr forsetastríðnum

Hon er ikki longur partur av valstríðnum, so nú er greitt, at forsetavalið aftur verður eitt val millum Biden og Trump

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nikki Haley hevur nú tikið seg út úr stríðnum at gerast forsetavalevni fyri republikanska flokkin. So nú er bara Donald Trump eftir.

Boðini komu seinnapartin mikudagin undir eini røðu í amerikanska statinum South Carolina. Røðan varð send á bæði CNN og BBC.

- Stundin er komin til at gevast við mínari kampanju, segði Haley.

Boðini koma dagin eftir sokallaða Super Tuesday, tá val var í 15 amerikanskum statum umframt Amerikanska Samoa.

Her gjørdist fyrrverandi forsetin, Donald Trump, vinnari í øllum statunum uttan einum. Nikki Haley vann í Vermont, lítla statinum í landnyðrings USA.

Hóast hon nú tekur seg aftur, so sigur Nikki Haley seg ikki beinleiðis stuðla Trump sum republikanskt forsetavalevni.

- Tað er nú upp til Donald Trump at hava atkvøðurnar uppibornar frá teimum veljarum í flokkinum, sum ikki hava atkvøtt fyri honum, sigur Haley.

Í røðu síni ynskti Nikki Haley Donald Trump til lukku við, at hann nú gerst forsetavalevni fyri republikanararnar.

- Eg vil ynskja tí, ið verður forseti USA, góða eydnu, segði hon, og legði afturat:

- Okkara land er ov dýrabært til at lata okkara ymiskleikar skilja okkum.

Nikki Haley er fyrrverandi guvernørur í South Carolina og hon hevur eisini verið ST-sendikvinna fyri USA.

Samanlagt megnaði Nikki Haley sostatt at vinna á Trump í tveimum statum. Í Vermont og í District of Columbia, har samveldishøvuðsstaðurin, Washington D.C. liggur.

Endaliga valið av republikanska forsetavalevninum fer fram í juli, tá 2.500 vald umboðsfólk hittast til konvent í Milwaukee í Wisconsin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2024

36 Fríggjadagur 08. mars 2024

Svøríki er nú NATO-land

Limaland nummar 32 hjá hernaðarsamgonguni er nú alment innlimað í Washington, D.C.

Ulf Kristersson, forsætisráðharri, hevur bíðað eftir góðkenningin úr Ungarn - nú er alt uppá pláss (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tey neyðugu pappírini og røttu undirskriftirnar - eisini úr Ungarn - vóru komin uppá pláss, og so kundu amerikanski uttanríkisráðharrin Antony Blinken og forsætisráðharrin Ulf Kristersson taka í hondina á hvørjum øðrum.

Tey nú 32 NATO-londini eru bundin til at verja hvørt annað. Um okkurt av londunum í vesturlendsku hernaðarsamgonguni verður lopið á, so er tað eitt álop á øll.

Svøríki hevur nú hesa verjuna, sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari, ið vísir á artikkul fimm í stóra NATO-sáttmálanum.

Bæði Svøríki og Finnland søktu um limaskap í NATO eftir russisku innrásina í Ukraina fyri tveimum árum síðani. Finnland fekk limaskap í fjør, meðan tað tók longri hjá Svøríki av tí at bæði Turkaland og Ungarn settu seg ímóti.

Seinasta undirskriftin úr Ungarn kom uppá pláss í vikuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2024

37 Fríggjadagur 08. mars 2024

Apple fingið risastóra bót frá ES

Tað var Spotify, sum reisti málið í ES-umsitingini við kappingarmálum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kt-risin Apple fekk í vikuni eina bót á 1,8 milliardir evrur, svarandi til 13,4 milliardir krónur, frá ES.

Orsøkin er, at Apple heldur fast upp á síni serrættindi til sína egnu App Store, sum er kappingaravlagandi, og sum rakar bæði brúkarar, og tey, ið bjóða talgildar tænastur umvegis App Store.

Eitt nú tónleikastroymingartænastuna Spotify, sum av somu orsøk reisti málið, sum nú hevur ført til risastóru bótina.

Spotify kærdi um, at tað sambært treytunum hjá Apple fyri App Store ikki er loyvt at gera brúkarar varugar við, at tey kunnu rinda fyri haldini uttan um afturlatna umhvørvið hjá Apple, skrivar Ritzau.

Og um brúkarar velja at rinda í App Store, so afturheldur Apple 30 prosent í ómakssamsýning.

Apple boðar, sambært Reuters, frá, at fyritøkan ætlar at kæra bótina.

- Avgerðin tekur ikki hædd fyri veruleikunum í einum marknaði, ið verður rikin kappingarført, og sum er í stórum vøkstri, verður m.a. sagt í tíðindaskrivi.

Bótin fellir bert fáar dagar áðrenn, at Digital Markets Act (DMA) hjá ES skal setast í verk.

Hetta skal skipa kappingina millum talgildar pallar, og setir eina røð av krøvum til seks stórar tech-fyritøkur, teirramillum Apple.

Krøvini skulu eitt nú tryggja, at tað gjøgnum hesar pallar er atgongd til talgildar tænastur, har avtalan er gjørd uttan fyri pallin.

Tøknirisarnir sleppa heldur ikki at geva egnum vørum og tænastum framíhjárættindi á hesum talgildu pallum, skrivar Ritzau.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2024

38 Fríggjadagur 08. mars 2024

Íslendingar ynskja veikt rúsdrekka í handlarnar

Men tað er mótstøða móti at sølan av sterkum rúsdrekka verður tikin frá einkarsøluni

(Mynd: ruv.is)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

49 prosent av íslendingum halda, at tað skal verða loyvt at selja veikt rúsdrekka, so sum vín og øl, í vanligum handlum, meðan bert 23 prosent vilja loyva sterkari rúsdrekka út í handlarnar. Sostatt eru nú fleiri ímóti at loyva sølu av rúsdrekka í handlunum, enn um somu tíð í fjør, vísir ein kanning, sum felagið Maskina hevur gjørt.

Kanningin vísir, at menninir eru meira sinnaðir at fáa brennivín út í handlarnar, enn kvinnurnar eru. Umleið 55 prosent av íslendskum monnum ynska at tað verður loyvt at selja veikt rúsdrekka í handlunum, meðan undirtøkan millum kvinnurnar er 43 prosent, skrivar RÚV.

Hóast tað eru nógv færri, ið vilja hava sterkari løg út í handlarnar, so eru tað kortini næstan 30 prosent av monnunum, sum ynskja tað. Umleið ein helmingur av monnunum eru ímóti, men mótstøðan hjá kvinnunum er heili 66 prosent.

Teir yngru aldursbólkarnir eru meira sinnaðir at fáa rúsdrekka út í handlarnar, enn teir eldru. Einans 11 prosent av íslendingum yvir 60 ár eru fyri at selja rúsdrekka í handlunum, meðan 75 prosent eru ímóti.

Samanumtikið eru tað fólkini í høvuðsstaðarøkinum, sum eru mest fyri at fáa rúsdrekka út í handlarnar, meðan mótstøðan er størst á vesturlandinum og vestfirðum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2024

39 Fríggjadagur 08. mars 2024

Føroyar geva íblástur til tunnil millum Guernsey og Frakland

Mongu undirsjóvartunlarnir í Føroyum geva nú eisini íblástur til at gera ein jarnbreytartunnil úr Guernsey til Fraklands umvegis Jersey

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá íbúgvunum í bretsku ermasundsoyggjunum Guernsey og Jersey at fáa fast undirsjóvarsamband við evropeiska meginlandið.  

Nú enn ein føroyskur undirsjóvartunnil er vorðin veruleiki, hevur tað fingið íbúgvar á Guernsey at taka upp spurningin at knýta oynna í meginlandið við undirsjóvartunlum umvegis Jersey til Fraklands.

[object Object]

Talan er um toksamband, nú teinurin  er so langur. Kanningar vísa, at verkætlanin fer at kosta 5,6 milliardir pund og fer tað at taka 10 ár at fremja byggiverkætlanina. 

Tað er vinnulívsmaðurin, Martyn Dorey, í Guernsey, sum roynir at skunda undir hesa stóru ætlan og sigur hann seg hava fingið íblástur frá mongu undirsjóvartunlunum, sum binda saman oyggjar í Føroyum. Hetta skrivar BBC.

Hann heldur, at ein undirsjóvar jarnbreytartunnil millum ermasundsoyggjarnar og Frakland kann geva nógvar búskaparligar fyrimunir. Eftir at hava arbeitt við hesi ætlanini í fimm ár heldur hann tað nú er grundarlag fyri at gera ætlanina til veruleika. 

[object Object]

BBC skrivar, at Føroyar við sínum 53.000 íbúgvum hava megnað at byggja út eitt netverk við undirsjóvartunnlum fyri hundraðtals milliónir pund.

Dorey sigur við BBC, at eitt tunnilssamband fer at gera tað lættari hjá fólki at vitja ermasundsoyggjarnar og fer tað fullkomiliga at broyta framtíðina fyri øll í oyggjunum. Fast samband við meginlandið fer at fáa sera jaligar avleiðingar fyri alt virkemið í oyggjunum. 

Í vikuni varð skipað fyri kunningarfundum í bæði Jersey og Guernsey. Millum røðararnar á hesum tiltøkum var eisini Teitur Samuelsen, stjóri í Eysturoyar- og Sandoyartunnilsverkætlanini. Haraftrat Arild Sovik stjóri í Norwegian Tunnelling Society. Boðskapurin á hesum fundum var, at tá Føroyar hava megnað at binda oyggjar saman og fáa fyrimunir av hesum, so kunnu oyggjar sum Guernsey og Jersey tað eisini. 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroysku undirsjóvartunlarnir geva íblástur aðrastaðni. Í løtuni verður arbeitt av øllum alvi í Hetlandi at brúka Føroyar sum fyrimynd til tess at byggja undirsjóvartunlar. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2024

40 Fríggjadagur 08. mars 2024

- Vit skulu minka útlátið við 45 prosentum í 2030

Tað er málið hjá landsstýriskvinnuni við umhvørvismálum, Ingilín Strøm

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hóast hon ikki røkkur á mál sum ætlað við sínum veðurlagspolitikki til tíðina, so verður av álvara arbeitt við at koma við uppskoti um skjótast at minka um útlátið av veðurlagsgassum, sigur Ingilín Strøm, landsstýriskvinna við útvarpið hjá KVF. 

- Sjálvt uppskotið hvussu vit skulu binda okkum til at minka okkara útlát er kanska ikki so trupult. Men hvussu vit koma í mál við tí er meira trupult. Hyggja vit eftir tí orku- og veðurlagspolitikkinum, sum vit hava í dag, so hevur hann nøkur onnur mál enn tey vit ætla at seta okkum fyri sigur Ingilín Strøm. 

- Í dag hava vit sum mál at minka um útlátið við 30 prosentum í 2032. Lurta vit eftir altjóða veðurlagspanelinum og skulu fylgja teimum ásetingunum, sum skulu  til fyri at halda okkum undir 1,5 ella 2 hitastigshækkingini, við grundarlag í Parissáttmálanum, so skulu vit minka um okkara útlát við 45 prosentum í 2030. So vit eru í ferð við at gera ein dagførdan orku- og veðurlagspolitik, sum kann gera okkum før fyri at liva upp til tey málini. 

- Vit skulu gera okkum greitt, tá vit koma við uppskoti um nýggjan orku- og veðurlagspolitikk, hvørji átøk skulu koma aftrat  fyri at røkka málinum um 45% minking í útlátinum. Tað er vónandi nakað, sum kemur í summar, sigur landsstýriskvinnan. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2024

41 Fríggjadagur 08. mars 2024

Eingir Føroyaleikir í ár

Mett verður ikki, at orka er til at gjøgnumføra leikirnar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroyaleikir 2024 eru avlýstir. Hesum boðaði ÍSF frá í vikuni.

Starvsnevndin í ÍSF hevur tikið avgerð um, at Føroyaleikir 2024 sum skuldu verða 27. til 30. juni, ikki verða gjøgnumførdir undir felagsheitinum Føroyaleikir.

Orsøkin til hesa avgerð er, at mett verður, at ÍSF ikki hevur orku til at gjøgnumføra leikirnar, hetta í mun til fíggjarliga partin, men eisini í mun til at nógv annað virksemi er í gongd, sigur ÍSF.

Føroyar fingu beint fyri jól í boðið, at hýsa Oyggjaleikunum 2027 og tóku av møguleikanum. Hetta krevur stórt fyrireikingararbeiði frá øllum ið varða av føroyska ítróttaumhvørvinum.

Arbeiðið er longu farið í gongd og verður stórt fokus á hetta tiltak komandi árini – størsta ítróttatiltak sum nakrantíð hevur verið í Føroyum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2024

42 Fríggjadagur 08. mars 2024

Vunnu aftur stórt á Luksemborg

39-21 á Hálsi og harvið 18 mál á muni, eins og í Luksemborg. Føroyar eru á 3. plássi í bólkinum - um ein mánaða verður farið 100 prosent eftir EM-plássinum

Allar vóru nógv rímiliga nógv í spæli, og føroysku kvinnurnarn kundu aftur fegnast eftir seinasta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Luksemborg hekk í nakað væl inn í 1. hálvleik, men tá Annika Fríðheim Petersen veruliga fekk bjargingarnar fram og verjan sat betri, umframt at okkara gagnnýttu møguleikarnar betri í álopi og fyrstu fasu, so øktiskt munurin skjótt.

Eftir eina frálíka føroyska byrjan uppá 2. hálvleik var ongantíð nakar ivi: Føroyar vunnu aftur við 18 málum á Luksemborg, ið er væl veikari. Føroysku kvinnurnar fara at enda á í minsta lagi 3. plássið í bólkinum.

Til ber at lesa meira í beinleiðis blogginum HER

Hetta kann geva pláss í EM-endaspælinum. Tað gerast vit klókari uppá fyrst í apríl. 3. apríl taka Føroyar ímóti sterka Svøríki, har tað í stóran mun snýr seg um málúrttøku, áðrenn ein finala um 2. plássið/stríð um so góða málúrttøku sum gjørligt í trý'ara rokniskapinum er á skránni í Íslandi (7. apríl)

Undankapping til EM 2024, bólkur 7
4. umfar, sunnudagin 03. mars
Føroyar - Luksemborg 39-21 (17-9)

Støðan í bólkinum eftir fýra umfør - tvey eru eftir: 
1. Svøríki 8 stig 
2. Ísland 4 stig 
3. Føroyar 4 stig
4. Luksemborg 0 stig
(Ísland er betri innanhýsis)

Føroyar skoraðu eina rúgvu av málunum av vongplássunum, og 18-ára gomlu hoyvíkskvinnurnar, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Karin Egholm, vóru millum tær, ið veruliga gjørdu bart. Karin spældi sín fyrsta A-landsdyst sunnukvøldið - Anna Elisabeth hevur nú tíggju mál í tveimum dystum. Aðrar ungar gjørdu eisini bart.

Sí allar myndirnar frá dystinum

[object Object]
Anna Eliasbeth gjørdist toppskjútti við seks málum. Hon hevði átta skot av vinstra vongi (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyskir málskjúttar í sigrinum:
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 6
Karin Egholm 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 5
Jana Mittún 4
Hervør Niclasen 4
Elsa Egholm 4
Rannvá Olsen 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Pernille Brandenborg 2
Bjørk Franksdóttir Joensen 2
Bjarta Osberg Johansen 1

52 skot og 39 mál

[object Object]

[object Object]Karin Egholm gjørdi bart í sínum fyrstu landsliðsminuttum, áðrenn høgri vongurin noyddist út við nakað av trupulleikum í høgra alboga (Myndir: Sverri Egholm)

Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen: 7/15 (46 prosent)
Rakul Wardum 4/17 (23 prosent)
Spældu hvør sín hálvleik - nógvar útskiftingar vóru á liðnum gjøgnum dystin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2024

43 Fríggjadagur 08. mars 2024

Manslandsliðið savnast í Føroyum í vikuni

Skulu millum annað fyrireika seg til HM-play-off dystirnar. Fimm spælarar afturat EM-hópinum skulu venja og annað í Havn. Bárður Dam og Julian Kragesteen eru millum nýggju nøvnini

Peder Bredsdorff-Larsen hevur frá mánadegnum møguleikan at fyrireika og flyta liðið á ymsan hátt - eisini sær hann nakrar spælarar, sum ikki vanliga venja við A-landsliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Næsta vika er landsliðsvika hjá monnum. Nøkur lond skulu spæla OL-undandystir, summi spæla venjingardystir og onnur í 2. umfari í HM-undankappingini.

Sum eitt av liðunum, ið vóru til EM-endspælið í januar, eru Føroyar beinleiðis víðari til play-off umfarið júst í HM-undankappingini. Har skulu okkara spæla móti Norðurmakedonia um pláss í HM-endaspælinum. Heimadysturin verður spældur á Hálsi mikudagin 8. mai fyri fullari høll, og útidysturin verður í Skopje sunnudagin 12. mai. Samanlagdi vinnarin skal til HM í januar.

Komandi vika - vika 11 - er umráðandi liður í fyrireikingunum. Í síðsta lagi mánadagin koma allir landsliðsspælarar til Føroyar at venja saman. Landsliðið hevur hvønn dag venjingar saman, umframt at menninir vitja ymsastaðni. Summar dagar er annars talan um tvær venjingar, og tær flestu eru á Høllini á Hálsi.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu og tjúgu aðrir útisetar koma heim at venja saman (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ein innanhýsis venjingardystur verður eisini fríggjadagin 15. mars í Høllini á Hálsi, og tað er hetta, sum hendan venjingarlegan endar við.

Umframt virðismikla tíð til fyrireikingar til dystirnar móti Norðurmakedóna og at flyta seg sum lið, so kunnu Peter Bredsdorff-Larsen, Julian Johansen og Tom Jensen síggja ymiskar nýggjar mans. 

Teir somu 19 menninir, sum vóru á dómaraseðlum til EM í Berlin, eru við. Av hesum fær Tróndur Mikkelsen ikki vant so nógv við orsakað av knætrupulleikum, men tað er umráðandi at hava hann við til fyrireikingar.

Bjarni í Selvindi er liðfelagið og "bakkfelagið" hjá Tróndi í Kristiasand. Skálamaðurin ger veruliga um seg nú. Hann og Janus Dam Djurhuus úr FIF vandu við allan vegin upp til EM, og eru teir eisini við nú.

Tórður Guttesen var eisini at síggja til venjingar í desember og januar, og Kyndla-maðurin er við sum tann triðji málverjin í næstu viku.

[object Object]
Tórður Guttesen til landsliðsvenjing (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tveir uppaftur meira óroyndir í A-landsliðshøpi vera við. Talan er um Julian Kragesteen og Bárð Dam.

Julian er havnarmaður og 24-ára gamal, upprunaliga Neistamaður, men hevur seinastu árini roynt seg í triðbestu týsku deildini og næstbestu norsku deildini. Nú spælir Julian við botnliðnum í næstbestu donsku deildini. Julian Kragesteen verjir sum 3'ari - miðverji - hjá Køge, og er eisini partvíst úttikin sum verjuspælari. Ein annar, sum áður hevur røkt hesa uppgávuna á A-landsliðnum, er Brandur Halgirsson (Team Sydhavsøerne) sum framvegis er plágaður av skaða í mjødnini.

Ein 20-ára gamal kollfirðingur er við sum tann triðji á høgra vongs-plássinum. Bárður Dam hevur so líðandi ment seg í Burn-deildini og hjá KÍF. Sambært handballstatz.com hevur Bárður skorað samanlagt 66 mál í ár. Nú sleppur hann av álvara at royna seg millum teir bestu føroyingarnar.

[object Object]
Ungi og spennandi vongurin úr Kollafirði, Bárður Dam, í steypafinaluni í fjør. Hann, Julian Kragesteen og Janus Dam Djurhuus eru heilt óroyndir í A-landsliðshøpi - hava ongan dyst spælt (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Føroyski hópurin til venjingarleguna í næstu vikuna

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil

Bakkar:
Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Jónas Gunnarsson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN) - Verjuspælari
Julian Kragesteen, Køge Hondbold (DEN) - Verjuspælari

Vengur:
Rói Berg Hansen, HØJ Elite (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)
Bárður Dam, KÍF

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Ísak Vedelsbøl, H71
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2024

44 Fríggjadagur 08. mars 2024

Skálamaðurin í Noregi skeyt 18 mál

Tað var í stóran mun Bjarni í Selvindi, ið syrgdi fyri, at Kristiansand vann botndystin sunnudagin

Ungi føroyski bakkurin var ikki til at støðga: 19 skot og 18 mál, umframt tvey upplegg í málríka botnbrakinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Talan var um eitt gott vikuskifti hjá teimum flestu føroyingunum í bestu norsku deildini. Nicholas Satchwell var stóra undantakið - málverjin var sjúkur, og niðurflytingin hjá liðið hansara er nærum staðfest. Hetta var tí at "stóra føroyingafelagið" vann botnbrakið í Åsane.

Tað var serliga Bjarni í Selvindi, ið skein. Hóskvøldið varð 21-ára gamli føroyski bakkurin toppskjútti í týðandi sigri hjá Kristiansand. Tá skoraði Bjarni átta mál - sunnudagin var talið av "skálamálum" meira ein tvífaldað. Eitt eitt-tal varð lagd afturat: Bjarni í Selvindi skoraði 18 av teimum 43 málunum hjá Kristiansand í sigrinum á Viking. Álopsspælið var í hásæti, tá Kristiansand vann við fimm málum, og greitt besti spælarin var ungi maðurin, ið skifti úr StÍF síðsta summar.

Sum nevnt, var Satchwell ikki har at verja fyri. Verjan fekk heldur ikki gjørt nakað við nummar 4 hjá Kristiansand, ið gjørdi eftir vild, eins og var tað ein U16-finala, hann spældi.

Bjarni í Selvindi skoraði nógv flott mál og brendi bert eitt skot av hansara 19 í sigrinum. Úrslitið ger, at Kristiansand er seks stig burtur frá beinleiðis niðurflytingarplássinum, nú fimm umfør resta í av grundspælinum í Rema 1000-deildini.

Bjarni fekk 18 mál umframt tvey upplegg. Helgi Hildarson Hoydal gjørdi eisini sítt við at skora fýra mál. Føroyski strikuspælarin brendi einki skot. Tróndur Mikkelsen er darvaður av knæskaða og spælir tí ikki aftur fyrrenn í apríl mánaða.

[object Object]
Bjarni í Selvindi var stóri maðurin og spældi við yvirskoti, tá hann, Helgi Hoydal og hinir hjá Kristiansand vunnu botndystin 43-38 (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2024

45 Fríggjadagur 08. mars 2024

Allan Norðberg skal spæla steypafinalu

Valur vann mikukvøldið 32-26 á Stjarnuni, og í dag er ÍBV á skránni í Laugardalshøllini í Reykjavík. Tá fara Allan Norðberg og teir eftir steypagullinum

29-ára gamli strandingurin hevur nógvar royndir í íslendskum hondbólti og fer nú eftir steypagulli (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fleiri føroyskir landsliðsspælarar spæla stórar dystir í hesum døgum, og í dag hevur Allan Norðberg møguleikan at gerast íslendskur steypavinnari.

29-ára gamli strandingurin hevur spælt í Íslandi síðani 2017, og nú er eitt gullheiðursmerki og steyp uppá spæl. Allan skoraði eitt mál, tá Valur vann 32-26 á Stjarnuni í hálvfinaluni mikukvøldið.

Íslendski landsliðsmálverjin, Björgvin Páll Gústavsson, var heilt stóri maðurin fyri Val í sigrinum.

Í finaluni skal Valur royna seg ímóti ÍBV úr Vestmannaoyggjum, sum gjørdist íslendskur meistari í fjør við Dánjali Ragnarsson (nú VÍF) og Janus Dam Djurhuus (nú FIF) á liðnum. Í ár liggur ÍBV nakað aftan fyri Val í landskappingini.

Finalan í íslendski steypakappingini hjá monnum verður í dag klokkan 16. Føroyski høgri vongurin, Allan Norðberg, verður allarhelst at síggja á vøllinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2024

46 Fríggjadagur 08. mars 2024

Unga HB-liðið vann stórsteypið

KÍ legði seg á odda, og HB spældi við tíggju monnum í tjúgu minuttir, men tríggir ungir HB'arar skoraðu: Steypavinnararnir revsaðu føroyameistarunum væl í dramatiska 2. hálvleikinum

HB'arnir fegnast um triðja málið innan eitt korter. Tað var 16-ára gamli áleyparin, Dávid Reynheim, sum stóð fyri tí (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Stórsteypadysturin varspældur á Tórsvølli farna leygarkvøld, og tað var vorið sum startskot uppá kappingarárið 2024, tá føroyameistararnir og steypavinnararnir, bæði við nýggjum venjaratoymum og ymiskum spurnarteknum, brustu saman. Fyrri og seinni hálvleikur á Tórsvølli vóru sum dagur og nátt - ella nátt og dagur.

Fyri at siga tað júst sum tað er, so var tað heldur keðiligt fyri steðgin. HB hugsavnaði seg um at verja, og fekk lítið spæl at koyra. KÍ hevði bóltin nógv meira, og flutti hann nógv runt - tó uttan at skína og skapa heilt nógvar stórar møguleikar. Dysturin, og serliga fyrstu 45 minuttirnir, var nógv merktur av, at tað er tíðliga í mars. Nógv alveringsmistøk vóru, og samanspælið sat ikki heilt á liðnum. Tó var tað nakað betri hjá KÍ.

HB hevði annars stóran møguleika frá byrjan. Tað var fremsti maður, Dávid Reynheim, ið fekk ein stútara, sum hann ikki fekk stýrt á málið. Hann er fyri kortum fyltur 16 ár, og var ein av seks ungu spælarunum í byrjanaruppstilingini, sum eru uppvaksnir í HB.

Afturat hesum vóru 22-ára gamli nýggi maðurin, Mathias Voss, og nakrir royndir mans við landsliðsroyndum í byrjanaruppstillini. Nýggju útlendsku vengurnir, Mohammed Samba og Emmanuel Doah, skaddi Magnus Holm Jacobsen og Mikkel Dahl vóru ikki við. 

HB (4-1-4-1): Teitur Matras Gestsson (L) - Mathias Voss, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ási Dam - Heðin Hansen - Leivur Fossdal Guttesen, Hanus Sørensen, Eivinf Restorff Mouritsen, Áki Samuelsen (89' Samuel Johansen Chukwudi) - Dávid Reynheim (82' Dánjal Reginsson)'
Høvuðsvenjari: Adolfo Sormani

Hjá KÍ sótu Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Deni Pavlovic, umframt langtíðarskaddu Hallur Hansson og Jonn Johannessen, uttanfyri. Serliga tað at verjukendir spælarar vantaðu, broyttu uppsetanina av liðnum: Jákup Biskopstø Andreasen og René Shaki Joensen mannaðu miðverjna, og smærri og tekniskt sterkir menn vóru á sentrala miðvøllinum í somu leikskipan, sum KÍ nýtti í 2021 og 2022.

KÍ (4-3-3): Ari í Haraldsstovu Petersen - Jóannes Kalsø Danielsen, René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Patrick Da Silva (89' Jóhan Josephsen) - Dan í Soylu (81' Jákup Vilhelmsen), Claes Phillip Kronberg, Mads Boe Mikkelsen - Árni Frederiksberg, Páll Andrasson Klettskarð, Pætur Petersen (79' Latif Ahmed) 
Høvuðsenjari: Haakon Lunov

[object Object]Hóast HB hevði nakrar royndar spælarar í stórsteypadystinum, so hevði KÍ samanlagt munandi fleiri royndir á liðnum í tapinum (Mynd: Sverri Egholm)

Veruligt lív kom í dystin 

KÍ var nær við nakrar ferðir fyri steðgin: Onkursvegna fekk René Shaki ikki beint innlegg frá lívliga Mads Boe í málið, Pætur Petersen rakti stongina eftir langskot, Árni Frederiksberg fluktaði stutt uppum, og Páll Andrasson Klettskarð var nær við at beina horna frá Árna í málið.

Í 54. minutti bragdaði tað hjá roynda áleyparanum. KÍ byrjaði nógv betri eftir steðgin, og eftir góða sending frá liðskiparanum og góðum innleggi frá Jóannes Kalsø Danielsen vísti nummar 9 sínar dygdir í brotsteignum. 1-0 og nú lá tað av álvara til favorittarnar og føroyameistararnar - HB sá lítið vandamikið út við bóltinum.

Steypavinnararnir stríddist tó væl í verjupartinum, har tað týðiliga sást, at Adolfo Sormani hevur arbeitt nógv við skipanini. Tað italska sást aftur: HB stóð djúpt og revsaði KÍ: Fyrst var tað við heldur hepnum brotsparki, eftir at bólturin kom í armin á Pæturi Petersen.

Áki Samuelsen avgreiddi sjálvur ísakalt. 1-1 og løtu seinni skoraði ein annar U21-spælari eitt dreymamál: Eftir deyðbóltsstøðu hjá HB var KÍ á veg í kontra, men Ási Dam vann bóltin av Árna Frederiksberg, tók eitt trekk og úr stórum 25 metrum sendi vinstri bakkurin síðani bóltin á vakran hátt framvið 07 Vestur-liðfelagnum frá í fjør og heilt upp í málhornið.

Hetta var í 72. minutti - bert tveir minuttir seinni var Ari í Haraldsstovu Petersen komin langt úr KÍ-málinum, René Shaki spældi bóltin heldur spakuliga aftur til hann, og so kom Dávid Reynheim ímillum. 16-ára gamli áleyparin prikaði bóltin framvið málverjanum í atgerðini, og so var 1-3.

[object Object]
René Shaki Joensen spældi leingi væl í miðverjuni, men í uppspæli í 74. minutti. Liggjandi Ási Dam skoraði ógvuliga flott mál til 2-1, sum hann átti heilt sjálvur (Mynd: Sverri Egholm)

Ein lítil skelkur ávegis: KÍ hevði tó havt nakrar góðar støður eftir steðgin og kom í yvirtal beint eftir 3-1 málið, tá Leivur Guttesen fekk sítt seinna gula kort. Nakrar minuttir seinni sigldi eitt hart og gott innlegg frá Árna Frederiksberg framvið øllum, og so var trýst á. HB fekk tó staðið ímóti og vann ein søtan sigur á arvafíggindunum.

Hetta var fimtu ferð, at HB vann steypið. Stórsteypið er ikki tað størsta í føroyskum fótbólti, men hesin dysturin kann seta tónan fyri kappingarárið á ymsan hátt. KÍ vísti summar góðar taktir, men Haakon Lunov og hansara menn skulu heilt avgjørt arbeiða við ymiskum næstu vikurnar. Í HB-leguni kann man taka tað sum eitt tekin um, at liðið er á rættari kós - ymiskt skal tó leggjast afturat og uppá. Hetta var fyrsti sigur hjá HB á KÍ, í einum dysti sum telur, síðani oktober 2021. 

Fleiri myndir her

[object Object]
Teitur Matras Gestsson lyfti Løgmanssteypið á Tórsvølli í november - í dag var tað stórsteypið, sum hálvi klaksvíkingurin lyfti fyrst eftir sigur á KÍ (Mynd: Sverri Egholm) 

Stórsteypadysturin hjá monnum 2024
Tórsvøllur, 02. mars
HB - KÍ 3-2 (0-0)
54' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen) 1-0
60' Áki Samuelsen 1-1
72' Ási Dam 2-1
74' Dávid Reynheim 3-1
82' Árni Frederiksberg 3-2
Reytt kort: Leivur Fossdal Guttesen, HB (75')

Betrideildin byrjar hetta vikuskifti:

Leygardagin 9. mars kl.17: 07Vestur - Víkingur

Sunnudagin 10. mars kl. 15: KÍ - ÍF
Sunnudagin 10. mars kl. 17: B68 - B36
Sunnudagin 10. mars kl. 18: HB - NSÍ
Sunnudagin 10. mars kl. 18.30: Skála - EB/Streymur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. mars 2024

47 Fríggjadagur 08. mars 2024

Martin Klein Joensen aftur í Sarpugerði

Málrevurin fór til Íslands at royna seg, men samstarvið við Njarðvík er slitið, og hann er aftur í ljósabláum

Martin Klein Joensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Martin Klein Joensen verður ljósabláur næstu tvey árini. Hann fór annars eftir kappingarlok í fjør til Íslands at royna seg, men herfyri gjørdist greitt, at samstarvið við Njarðvík steðgaði.

Hann kemur heim aftur at spæla, og tað verður við Víkingi. Martin Klein Joensen skoraði 16 mál fyri Víking í fjør.

Víkingur spælir fyrsta dystin í hesum kappingarárinum í kvøld, tá felagsliðið í Eysturkommunu er á vitjan hjá 07 Vestur í Sørvági.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2024

48 Fríggjadagur 08. mars 2024

Her er nýggi áleyparin hjá HB

25-ára gamli danin Jakob Johansson hevur skrivað undir eitt-árs sáttmála við steypavinnararnar. Hann hevur yvir 100 dystir á baki í næstbestu donsku deildini, umframt nakrar i í Superliguni

Jakob Johansson hevur seinast spælt fyri Helsingør. Nú er hann komin í Gundadal og skal vera við til at hjálpa HB at gera mál (Mynd: Havnar Bóltfelag)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

HB vann leygarkvøldið stórsteypið l við sigri á KÍ. Tað var við einum ungum liði, og millum annað einum 16-ára gomlum áleypara sum málskjútta - Dávidi Reynheim.

Mikkel Dahl er skaðadarvaður, og afrikansku vengurnir, Mohammed Samba og Emmanuel Duah, hava enn ikki fingið loyvini upp á pláss. Adrian Justinussen er farin til Hillerød, Mads Borchers varð seldur til bestu svensku deildina í summar, Jákup Thomsen spælir ikki í ár, so HB hevur leitað eftir meira álopskendum styrki.

Mikudagin gjørdist greitt, at 25-ára gamli danin, Jakob Johansson, hevur skrivað undir eitt-árs sáttmála við steypavinnararnar. Sambært Transfermarket hevur hann spælt 114 dystir og skorað 24 mál í næstbestu donsku deildini. Í steypakappingini er úrttøkan 11 mál í 17 dystum.

Tað mesta hevur verið við HB Køge, men seinastu árini hevur Johansson umboðað Fremad Amager og Helsingør. Hann stóð uttan sáttmála eftir ársskifti.

1,81 metra høgi álepyarin kom ígjøgnum í FC Nordsjælland, har hann fekk sínar fyrstu Superliga dystir. Síðani skifti nýggi HB'arin til Randers.

HB tekur í 1. umfari ímóti NSÍ. Tað verður sunnudagin klokkan 18, har nýggi áleyparin helst fær sínar fyrstu minuttir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2024

49 Fríggjadagur 08. mars 2024

Sammy Skytte verður nýggjasti maðurin hjá HB

Felagið hevur gjørt sáttmála við 27-ára gamla danan, sum er miðvallari við yvir 50 dystum á baki í bestu deildunum í bæði Danmark og Noregi. Skytte hevur spælt lítið seinastu árini

Nýggi HB-miðvallarin hevur millum annað vunnið norska meistaraheitið við Bodø/Glimt (Mynd: hb.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikudagin kunngjørdi HB sín nýggja áleypara, danan Jakob Johansson. Tað var greitt tá, at hetta ikki fór at vera seinasti spælarin, sum HB fór at heinta inn til nýggjá kappingarárið. Nú er sáttmáli gjørdur við enn ein dana - Sammy Skytte.

Hetta varð váttað úr HB-húsinum fyrrapartin fríggjadagin.

Talan er um eitt ikki heilt ókent navn í donskum og norskum fótbólti. Miðvallarin varð sæddur sum eitt stórt talent í Silkeborg, har hann kom á besta liðið sum 18-ára gamal. Skytte spældi eisini samanlagt 17 dystir á donsku U-landsliðunum, og tá Silkeborg flutti niður í 2018, keypti FC Midtjylland hann.

[object Object]
Simon Skytte er uppvaksin í Silkeborg. Í ungdómsárunum spældi hann millum annað nøkur ár saman við Betuel Hansen (NSÍ)

[object Object]Hann spældi nógv í AC Horsens, sum leigaði gávaða miðvallaran úr FC Midtjylland í 2018/2019 

Skytte spældi tó ongantíð fyri FC Midtjylland. Hann varð beinanvegin leigaður út til AC Horsens, har Hallur Hansson var ein liðfelagi, og síðani til Stabæk í bestu norsku deilini. Nýggi HB-miðvallarin fekk hesi fyrstu árini í tjúgunum nógva spælitíð í bestu deildunum í Danmark og Noreg - samanlagt hevur hann spælt yvir 50 dystir í báðum.

Bodø/Glimt keypti Simon Skytte leysan í 2020. Hann spældi nakrar dystir og fekk nøkur mál í fyrru hálvu av søguliga meistaraárinum hjá Glimt. Í seinnu hálvu og í 2021 var Skytte aftur í Stabæk, og spældu heilt fitt í Eliteseriuni. Seinastu tvey kappingarárini er danin bert skrásettur fyri fýra dystir á Transfermarket. Teir hava verið fyri Concordia í næstbestu deildini í Rumenia.

Harvið er talan um ein spælara við lufalsliga nógvum royndum á høgum stigi og í góðum aldri, sum onkursvegna skal byrja av nýggjum í Gundadali.

Simon Skytte er komin til landið. Tað er ikki heilt vist, um hann verður tøkur til fyrsta landskappingardystin hjá HB móti NSÍ í morgin, fáa vit upplýst. HB hevur gjørt eitt-árs sáttmála við 27-ára gamla miðvallaran.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2024

50 Fríggjadagur 08. mars 2024

Enn ein dani til føroyskan fótbólt

Anton Søjberg er álopsspælari og fer at spæla fyri B36 í ár

(Mynd: B36)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Anton Søjberg varð í gjár knýttur at besta manshópinum hjá B36 fyri kappingarárið 2024. Hesum boðar felagið frá.

Hetta er fimti skandinavin, sum B36 skrivar undir við í vetur.

Anton Søjberg er 23 ár og kann spæla á teimum framrættaðu plássunum. Anton er sprelskur spælari við góðum bóltførleika.

Danski álopsspælarin flytur til Føroya úr Íslandi, har hann spældi fyri HK, Handknattleiksfélag Kópavogs, í heyst.

Hann skeyt fýra mál í níggju landskappingardystum, sum var eitt umráðandi íkast til, at hann og liðfelagarnir sluppu undan niðurflyting.

Hann hevur fyrr spælt fyri Braband IF, Skive IK og Vendsyssel FF í triðbestu og næstubestu deildini í Danmark.

B36 bíðar nú eftir, at øll loyvini koma uppá pláss. Av somu orsøk er ikki vist, at Anton Søjberg verðru við í hópinum sunnudagin á Svangaskarði.

Herfyri var greitt, at Michal Przybylski ikki fer at spæla komandi vikurnar. Hann hevur verið illa darvaður av skaða, sum krevur, at hann nú fer eina undir skipaða endurvenjing.

Í gjárkvøldið gjørdist eisini greitt, at Emil Weihe Joensen skiftir úr B36 til EB/Streym. 20 ára gamli miðvallarin leikti í fjør 20 dystir fyri besta liðið hjá B36, og gjørdist eisini ársins stjørnuskot í felagnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2024

51 Fríggjadagur 08. mars 2024

Martin Agnarsson fekk Superliga-minuttir aftur

20-ára gamli havnarmaðurin hevur verið nógv skaddur, síðani Viborg keypti hann úr B36. Martin varð skiftur inn síðstu løtuna í sigrinum sunudagin

- Tað hevur gingið heilt væl í uppstartinum (...) Tað er ilt at siga, um tað verður nógv spælitíð restina av kappingarárinum, men um eg haldi fram sum nú, so rokni eg við at fáa fleiri minuttir, sigur Martin Agnarsson við Portalin (Mynd: Viborg FF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir eitt gjøgnumbrot í vaksnamannafótbólti í 2021 og nakrar góðar evropeiskar dystir á summri í 2022 - millum annað ímóti júst Viborg - keypti danska Superliga-felagið unga B36 vongbakkin leysan.

Kviki Martin Agnarsson er uppvaksin sum ein álopskendur spælari, men er umskúlaður til at vera vinstri bakkur. Hann kom skjótt í dystarhópin í Viborg, og í oktober 2022 fekk hann fyrstu minuttirnar á besta liðnum: Fyrst í steypadysti móti Ishøj og síðani í Superliguni móti AaB.

Í november 2022 varð Martin úttikin til venjingardystir hjá A-landsliðnum. Hann fekk seg royndan í Kosovo, og pílurin peikaði beint uppeftir hjá tí tá bert 18-ára gamla havnarmanninum.

[object Object]
Martin Agnarsson í samband við A-landsliðstúrin í november 2022 tá Føroyar spældu tveir venjingardystir. Blaðungi bakkurin spældi tjúgu minuttir í Kosovo (Mynd: Sverri Egholm)

Martin stríddist tó nógv við skaðar í fjør og millum annað breyt hann østbeinið. Hann kom fyri seg til summarið og millum annað ein U21-landsdyst, men síðani kom skaðin aftur. Seint í fjør var hann aftur á venjingarvøllinum, og fyri føroyska U21-landsliðið, og nú í vetur hevur hann vant við fullari ferð og spælt rímiliga nógv í venjingardystunum: 

- Eg haldi, at tað hevur gingið ordliga væl í uppstartinum, og at fái víst meg væl fram til venjing. Eg eri heilt frískur. Tað er ilt at siga, um tað verður nógv spælitíð restina av kappingarárinum, men um eg haldi fram sum nú, so rokni eg við at fáa fleiri minuttir.

Hetta sigur Martin Agnarsson við Portalin. Sunnudagin varð hann skiftur inn í 3-0 sigrinum hjá Viborg í heimadystinum móti Randers. 20-ára gamli føroyingurin spældi á vinstra bakki - hann hevur framvegis vunnið allar sínar dystir við fremsta liðnum hjá Viborg FF.

Talan var um fimm minuttir umframt tað, ið dómarin legði afturat. Hetta var tó virðismikið fyri Martin, ið ikki hevur spælt ein almennan dyst fyri besta liðið hjá Viborg í yvir 16 mánaðir.

Viborg er á 7. plássi, og skal allarhelst spæla í niðara endaspælinum í Superliguni eftir landsliðssteðgin. Næsta uppgávan hjá Viborg er í morgin í Brøndby.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. mars 2024

52 Fríggjadagur 08. mars 2024

Aron Benjaminsen skal nú royna seg í Noregi

U17-landsliðsspælarin skiftir úr Skála til Kristiansund. Talan er um ein álopskendan spælara, ið hevur fleiri altjóða mál

16-ára gamli vongurin skiftir nú tilveruna á Strondum við eina í Kristiansund (Mynd: Skála ÍF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein evnaríkur føroyskur U-landsliðsspælari hevur nú gjørt sáttmála við norskt felag. Talan er um Aron Benjaminsen, ið hevur gjørt ein trý-ára sáttmála við Kristansund BK.

Hann er uppvaksin í Skála ÍF og fylti 16 ár í november. Áhugi hevur verið fyri Aroni eftir avrikini á føroyska U17-landsliðnum - millum annað úr Noregi. Sum skilst hevur Molde ligið framvið, men nú hann fer av landinum, fall valið á Kristansund.

Pápin er ein legenda í føroyskum fótbólti. Fróði Benjaminsen sigur við in.fo, at Aron Benjaminsen millum annað gjørdi sáttmála við Kristiansund, tí talan er um eitt felag, ið brúkar ungar spælarar nógv. Kristiansund flutti upp í bestu norsku deildini í vetur. 

Tað er eitt sindur longri ímillum, at føroyskir unglingar fara av landinum at royna seg, í mun til fyri nøkrum árum síðani. Aron Benjaminsen hevur spælt yvir tjúgu U-landsdystir fyri Føroyar, og í fjør skoraði hann fýra mál í níggju dystum fyri U17-landsliði, sambært FaroeSoccer.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. mars 2024

53 Fríggjadagur 08. mars 2024

Skulu spæla móti Grikkalandi, Montenegro og Andorra

Fyrstu dystirnir í EM-undankappingini eru á skránni fyrst í apríl. Bólkavinnararnir og tríggir teir bestu tvey'ararnir í deild C skulu spæla play-off dystir um EM-páss

- Vit trektu tvey av teimum sterkastu londunum – Grikkaland og Montenegro – so okkara stig skal lyftast nakað, um vit skulu megna at standa okkum ímóti teimum, sigur Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lutakastið til undankappingina til EM 2025 hjá kvinnum var týsdagin í Sveis. Har gjørdist greitt, at Føroyar komu í bólk saman við Grikkaland, Montenegro og Andorra

- Vit trektu tvey av teimum sterkastu londunum – Grikkaland og Montenegro – so okkara stig skal lyftast nakað, um vit skulu megna at standa okkum ímóti teimum. Annars eri eg væl nøgd.

Soleiðis sigur Signe Pries Andersen, venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum, við fsf.fo. Føroyar eru styrkismettar sum nummar trý í bólkinum.

Føroyar vóru í bólki saman við Montenegro í Nations League í heyst. Á heimavølli taptu vit tepurt 0-1, men í Montenegro endaði tað 9-0. Føroysku kvinnurnar vunnu tveir venjingardystir móti Andorra á summri 2022. Grikkalandi hava okkara ongantíð roynt seg ímóti.

[object Object]
Ásla Johannesen og hinar spældu tættan dyst móti Montenegro á Tórsvølli- Í útidystinum millum liðini 1. desember, taptu Føroyar 9-0 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Føroyar vunnu 3-1, tá Andorra vitjaði til venjingardyst í Klaksvík í juni 2022 (Mynd: FSF)

Talan er um ein nýggjan kappingarleist í EM-undankappingini fyri kvinnur. Føroyar eru í deild C og liðini har, umframt tey í deild B, kunnu bert spæla seg til endaspælið umvegis tvey playoff-umfør, sum verða í heyst. 

- Bólkavinnararnir og tríggir teir bestu tvey'ararnir í deild C skulu tá spæla ímóti liðunum, sum endaðu nummar trý og fýra í sínum bólkum í A-deildini. Vinnararnir fara víðari til 2. playoff umfar, har lið úr B-deildini bíða. Samanlagt sjey lið spæla seg í endaspælið umvegis playoff.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2024

54 Fríggjadagur 08. mars 2024

Byrja á útivølli móti Grikkalandi

Dystaskráin fyri EM-undankappingina hjá kvinnulandsliðnum er nú klár. Føroyar byrja á útivølli móti Grikkalandi fríggjadagin 5. apríl

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Um ein góðan mánað verður sjøtul settur á EM-undankappingina hjá kvinnum. Føroyar eru í bólki C3, saman við Grikkaland, Montenegro og Andorra.

Tilsamans seks dystir eru á skránni, og á middegi hósdagin kunngjørdi UEFA dystaskránna.

Føroysku kvinnurnar leggja fyri í Grikkalandi fríggjadagin 5. apríl, og fýra dagar seinni, týsdagin 9. apríl spæla Føroyar í Montenegro. Triðja og fjórða umfar verða spæld mánaðarskifti mai-juni, og síðani eru síðstu dystirnar á skránni hálvan juli.

Dystaskráin
5. apríl Grikkaland – Føroyar
9. apríl Montenegro – Føroyar
31. mai Føroyar – Andorra
4. juni Føroyar – Grikkaland
12. juli Føroyar – Montenegro
16. juli Andorra – Føroyar

Komandi EM-undankapping fyri kvinnur verður annars spæld eftir einum kappingarleisti, ið ikki er royndur áður. Bara londini í deild A kunnu spæla seg beinleiðis í sjálvt endaspælið, meðan londini í deild B og C kunnu spæla seg til endaspælið umvegis tvey play-off umfør, sum verða í heyst.

Bólkavinnararnir og tríggir teir bestu 2’ararnir í deild C skulu tá spæla ímóti londunum, sum endaðu nummar trý og fýra í sínum bólkum í A-deildini. Vinnararnir fara víðari til 2. play-off umfar, har lið úr B-deildini bíða. Samanlagt sjey lond spæla seg í endaspælið umvegis play-off.

Sjálvt EM-endaspælið verður í Sveis frá 2. til 27. juli í 2025.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. mars 2024

55 Fríggjadagur 08. mars 2024

Fleyr og SÍ jøvn í stigum, eftir at SÍ vann fimmsettara

Øgiligur speningur er nú um seinna finaluplássið í Føroya Tele-deildini, eftir at SÍ mánakvøldið vann 3-2 á Fleyr, og bæði liðini standa á 26 stigum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Fleyr – SÍ 2-3 (23-25, 23-25, 25-19, 25-19, 8-15)  

Øgiligur speningur er nú um seinna finaluplássið í Føroya Tele-deildini, eftir at SÍ vann 3-2 á Fleyr, og bæði liðini standa á 26 stigum.

SÍ var á odda alt fyrsta sett, viðhvørt við fimm stigum, men móti endanum tódnaði leiðslan niður í eitt stig. SÍ vann sær tó settbólt, og hann smassjaði Inga Helena Henriksen í blokkin hjá Fleyr og út til 25-23.

Í øðrum setti legði Fleyr seg á odda 19-15, men megnaði ikki at halda fast. SÍ javnaði til 20-20, og eftir misskiljing hjá Fleyr fekk SÍ settbólt, og tá Fleyr ikki fekk bilbukt við hørðu servuna frá brasilsku Anu Ceciliu Goulart, vann SÍ eisini annað sett 25-23.

Fleyr meldaði seg inn aftur í dystin við at vinna triðja sett. Eftir 14-14 dró Fleyr frá, og við serviessi tryggaði Óluva Mohr Fleyr settið við 25-19.

Fley vann lættliga fjórða sett við somu tølum sum tað undanfarna, eftir at heimaliðið hevði lagt seg ður á odda 13-5 og 19-7.

Og so skuldi alt avgerast í javnbrótaranum. Men hann gjørdist ongantíð spennandi, tí SÍ fleyg avstað og legði seg á odda 5-1 og 10-3, áðrenn sigurin var tryggjaður við 15-8.

Enn er tó langur vegur eftir á mál hjá báðum liðum. Bæði hava t.d. ein dyst eftir ímóti oddaliðnum Drátti. Men kanska sær dystarskráin hjá SÍ heldur truplari út enn tann hjá Fleyr, tí SÍ hevur tveir dystir eftir ímóti Mjølni, sum kunnu gerast lumpisligir. Afturímóti hevur Fleyr tveir dystir eftir ímóti Ternuni, sum einans hevur fingið eitt stig í ár. Men frá nú av telur hvørt einasta sett fyri Fleyr og SÍ í kappingini um at møta Drátti í FM-finalunum. Beint nú er Fleyr tvey sett frammanfyri SÍ í støðutalvuni.

Dystirnir, sum eru eftir hjá Fleyr og SÍ:
Fleyr: TB (heima), Ternan (úti), KÍF (h), Dráttur (ú), Ternan (ú)
SÍ: KÍF (h), Dráttur (ú), Mjølnir (h), TB (ú), Mjølnir (ú)

Mjølnir – Ternan 3-1 (25-18, 25-18, 17-25, 25-21)
Hjá Ternuni hevur gingið framá í seinastuni, og aftur sunnukvøldið vann hon sær eitt sett, tá hon vitjaði í Klaksvík. Ternan var eisini frammanfyri tey fyrstu 10 stigini í hinum trimum setunum, men megnaði tó ikki at halda, og samanumtikið vann Mjølnir sannførandi 3-1.

TB – KÍF 3-1 (25-16, 13-25, 25-19, 25-16)
Í Trongisvági spældu TB og KÍF, og har siga tølini, at heimaliðið vann tryggan 3-1 sigur. KÍF var tó á odda 10-7 í fyrsta setti, men tapti síðani fyrst fimm og so átta bóltar á rað, og so var tað settið farið fyri skeytið. Í øðrum setti fekk TB ein rættiligan avsmurning, men fótaði sær tó aftur og vann í síðsta enda næstu tvey settini trygt. Men serliga fjórða sett iðrar KÍF seg kortini um, tí eftir 15-15 vann KÍF bara eittans stig – og við átta stigum á rað tryggjaði TB sær settið 25-16.

Støðan í Føroya Tele-deildini , kvinnur: Dráttur 31 stig, Fleyr og SÍ 26, Mjølnir 19, TB 14, KÍF 12 og Terjan 1. TB hevur spælt 11 dystir, Ternan, Mjølnir og Dráttur hava spælt 12 og hini liðini hava spælt 13 dystir. 

Komandi dystir:

Sunnudagin 10. mars kl. 16: Dráttur - Mjølnir á Giljanesi
Sunnudagin 10. mars kl. 16: Ternan - TB í Skúlanum á Toftum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2024

56 Fríggjadagur 08. mars 2024

Sarah Mahfoud skal stríðast um HM-belti í Las Vegas

Stóri dysturin í stóra amerikanska boksibýnum er á skránni um ein mánaða, 6. apríl. Sarah Mahfoud og Skye Nicolson hittast á Fontainebleau

- Tað er so stórt at sleppa til Las Vegas: At boksa í tí býnum, sum er eitt slag av "mekka" fyri boksing. Tað verður risastórt, og skal hava hatta heitið við heim, sum eg eri so svang eftir. Eg vil gjarna rópa meg heimsmeistara aftur og ikki fyrrverandi heimsmeistara, sigur Sarah Mahfoud
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri fyrstu ferð í søguni skal ein kvinnuligur danskur yrkisboksari stríðast um eitt stórt HM-belti í USA. Hetta váttar Bettina Palle frá Danish Fight Night.

Sarah Mahfoud er hálvur føroyingur, ið boksar undir Dannebrog. Hon hevur vunnið 14 av sínum 15 dystum á yrkisleiðini, og hevur verið heimsmeistari í fjøðurvekt. Hesum fer Sarah aftur eftir í Las Vegas.

- Eg eri so fegin um, at tað endliga er almannakunngjørt. Eg havi vitað tað í eina tíð og havi gingið og glett meg til at fortelja tað fyri øllum. Tað er so stórt at sleppa til Las Vegas: At boksa í tí býnum, sum er eitt slag av "mekka" fyri boksing. Tað verður risastórt, og skal hava hatta heitið við heim, sum eg eri so svang eftir. Eg havi vant so hart fyri at koma her, eftir at eg misti mítt heimsmeistaraheitið móti Amandu Serrano. Eg vil gjarna rópa meg heimsmeistara aftur og ikki fyrrverandi heimsmeistara, sigur Sarah Mahfoud.

Sarah Mahfoud gjørdist IBF-heimsmeistari í 2020, tá hon vann á argentinsku 
Brenda Karen Carabajel. Føryskt-danski nevaleikarin vardi tað væl móti Ninu Meinke, áðrenn hon í september 2022 tapti fyri heimsstjørnuni Serrano í 
Manchester Arena.

[object Object]
Amanda Serrano var sterkari enn Sarah í september 2022, tá tær hittust í Stórabretlandi

[object Object]
Sarah Mahfoud á móttøku í Vestmanna, stutt eftir at hon vann HM-heiti 

Hetta er einasti yrkisdystur, sum Sarah hevur tapt, og nú snýr tað seg um eit WBC-heiti. World Boxing Council er ein av teimum stóru felagsskapinum innan nevaleik. Sarah Mahfoud fegnast um, at hon hevur strítt seg hartil, at hon kann skriva søgu. Hetta er hon farin "all-inn" uppá saman við Bettinu Palle, promotara.

Stríðið um fjøðurvekst-heiti 6.apríl skal standa á Fontainebleau-gistingarhúsinum - við kasino sjálvandi - á "The strip" í Las Vegas. Dysturin er móti Skye Nicolson, sum var við til OL í 2021, og síðani hevur verið yrksboksari. 

- Eg eri væl fyri og trúgvi veruliga uppá hetta. Eg veit, at Skye Nicolson er ein klókur boksari, sum er dugnalig at lesa sína mótsstøðukvinnu og øðrvísi enn aðrir kvinnuligur nevaleikarar. Nú gleði eg meg bara at hitta hana í Las Vegas.

Sarah Mahfoud við toymi fara til Las Vegas umleið eina viku áðrenn stóra HM-dystin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. mars 2024

57 Fríggjadagur 08. mars 2024

Badmintonleikarar góð úrslit í Danmark

Farna vikuskiftið luttóku bæði ungdómsleikarar og vaksnir leikarar í kapping í Danmark

2024 Ikast mars juniorar
SkrivaÐ:

Innsent

Farna vikuskiftið luttóku bæði ungdómsleikarar og vaksnir leikarar í kapping í Danmark.

Ungdómslandsliðið luttók í ISI-cup og tey vaksnu í kapping í Odense.

Okkara leikarar spældu í M, A og B rekkjuni.

Serliga væl gekk tað hjá okkara ungu leikarum - nógvir dystir endaðu í trimum settum, sum til tíðir endaðu til okkara fyrimun.

Tá ið avtornaði og heiðursmerkini skuldu teljast, so høvdu ungu føroysku leikararnir vunnið 13 heiðursmerki, og tey vaksnu tvey.

Í U17M og SEN A í einmansleiki hjá kvinnum vóru finalurnar føroyskar. Her møttust Ranja Joensen og Birna K. Jacobsen, og Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna Thorkildshøj.

Úrslitini vóru hesi:

U17/19 A - einmansleikur kvinnur
1. pláss - Elisa Christiansdóttir, HBF
3. pláss - Eyð Lamhauge Debess, HBF

U17/19 A - einmansleikur menn
2. pláss - Markus Bjarnason, HBF
3. pláss - Jafet Rasmussen, HBF

U17/19 A - tvímansleikur menn
1. pláss - Tóki Yngvason Guttesen/Jafet Rasmussen, HBF

U17M - einmansleikur kvinnur
1. pláss - Ranja Joensen, KBF
2. pláss - Birna K. Jacobsen, HBF

U19M - einmansleikur kvinnur
2. pláss - Oddbjørg í Buð Justinussen

U19M - blandaður tvímansleikur
2. pláss - Asbjørn Heide Olsen/Oddbjørg í Buð Justinussen, HBF/KBF
3. pláss - Markus Bjarnason/Ranja Joensen, HBF/KBF og Christian Berg Petersen/Birna K. Jacobsen, HBF

U19M - tvímansleikur menn
3. pláss - Christian Berg Petersen/Asbjørn Heide Olsen, HBF

U19M - tvímansleikur kvinnur
3. pláss - Julianna í Heiðunum/Oddbjørg í Buð Justinussen, HBF/KBF

SEN A - einmansleikur kvinnur
1. pláss - Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
2. pláss - Sanna Thorkildshøj, HBF

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2024

58 Fríggjadagur 08. mars 2024

Nýtt met og spennandi hólmgongur

Hans Petur Højgaard setti nýtt persónligt met, og recurve-finalurnar hjá bæði monnum og kvinnum máttu avgerast við shoot-off í bogaskjótikappingini á 18 metrum í Miðvági

Recurve-skjúttin Hans Petur Højgaard úr Ørvi setti nýtt persónligt met í Miðvági, tá hann fekk 574 stig í innleiðandi kappingini. Gamla metið hjá honum var 569 stig. Absalon Hansen eigur føroyska metið, sum er 585 stig (Mynd: Bogaskjótisambandið)
SkrivaÐ:

Innsent

Seinasta grand prix-kappingin í innandura bogaskjóting í vetur, sum var í Miðvági sunnudagin, bleiv bæði undirhaldandi og spennandi.

Hesaferð vóru tað serliga recurve-skjúttarnir, sum syrgdu fyri spenninginum. Hjá monnunum luttóku fimm skjúttar hesa ferð, og tað er tað mesta í vetur.

[object Object]

Met er ongin trygd

Í innleiðandi kappingini bendi alt á, at elituskjúttin, Hans Petur Højgaard, úr Ørvi fór at gera ein ordans vørr, tá hann við 574 stigum setti sítt persónliga met. Gamla metið hjá honum var 569. Enn er eitt sindur upp til føroyska metið hjá Absalon Hansen, sum er 585.

Men metið hjá Hans Peturi í innleiðandi kappingini var ongin trygd ímóti trupulleikum seinni í kappingini. Teir fekk hann í so ríkiligt mát í finaluni, at hann ongantíð áður í vetur hevur verið so nær við at spælt sær gullið av hondum sum hesaferð.

Michael var nær við

Mótstøðumaðurin í finaluni var, sum so ofta fyrr í vetur, Michael Feldballe, Tambar.

Hann hevði havt sítt at stríðast við í hálvfinaluni ímóti Bárði Magnusson úr Vágaskoti.

Bárður bleiv nummar tvey í innleiðandi kappingini, og kom eisini betur frá byrjan í hálvfinaluni. Eftir trý umfør var hann frammanfyri 4-2, men síðan vann Michael tepurt tey bæði seinastu umførini og hálaði hálvfinalusigurin heim.

Og hann var alt annað enn í gávuhýri í finaluni. Fyrsta umfarið endaði javnt, men síðan vann Michael tey bæði næstu, og var tískil á odda 5-1, tá tvey umfør vóru eftir. Tey bæði vann Hans Petur tó, og við endastøðuni 5-5 var greitt, at vinnarin mátti finnast við shoot-off. Tá raktu báðir 9’aran, men Hans Petur var nærri miðjuni, og tað tryggjaði honum gullið. Michael hevði orsøk at iðra seg, tí ongantíð í vetur hevur hann verið so nær við at koppa Hans Peturi.

[object Object]

Shoot-off-endurtøka

Eisini recurve-kvinnurnar vóru fimm í tali og borgaðu fyri spenningi. Fyri aðru ferð í vetur skuldu systkinabørnini Tóra Dinna Reynskor og Marianna Reynskor, báðar úr Vágaskoti, í shoot-off-hólmgongu um gullið.

Fyrru ferð var í kappingini í Havn 11. februar, tá Tóra Dinna vann, men í Miðvági var øvugt – Marianna tryggjaði sær gullið, tá hon rakti 8’aran, og Tóra Dinna rakti 6’aran.

Bronsufinaluna vann Pernille Krogh úr Vágaskoti 7-3 ímóti liðfelaganum Leu Karinu Haraldsen.

Fáment compound-kapping

Hjá kvinnum compound tykist Helena við Misá hava tikið seg um reiggj. Hon var einsamøll kvinna at skjóta við compoundboga í kappingini í Vági 24. februar, men undan tí hevði hon tapt allar kappingarnar í nýggja árinum – tríggjar kappingar á rað – fyri føstu mótstøðukvinnuni Rakul Dam.

Sunnudagin vann Helena tó bæði innleiðandi kappingina og finaluna.

Hjá monnum í compound tóku eisini bara tveir skjúttar lut í kappingini hesa ferð –Jóannes Poulsen úr Ørvi og Jógvan Niclasen, Tambar. Her vann Jóannes Poulsen trygt bæði innleiðandi kappingina og finaluna.

Úrslitini í Grand Prix-kappingini í Miðvági vóru hesi:

Kvinnur recurve

Innleiðandi:

Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 230+238 = 468.
Pernille Krogh (Vágaskot), 230+221 = 451.
Marianna Reynskor (Vágaskot), 227+218 = 445.
Lea Karina Haraldsen (Vágaskot), 230+210 = 440.
Ása Helena B. Rasmussen (Tambar), 92+155 = 247.

Fjórðingsfinala:

Lea Karina – Ása Helena, 6-0.

Hálvfinalur:

Tóra Dinna – Lea Karina, 6-0.
Marianna – Pernille, 6-0.

Bronsufinala:

Pernille – Lea Karina, 7-3.

Finala:

Marianna – Tóra Dinna, 5-5; shoot-off, 8-6.

[object Object]
Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), vinstrumegin, mátti hesaferð 
lúta í finaluni ímóti systkinabarninum Mariannu Reynskor (Vágaskot), í miðjuni. Høgrumegin er tað Pernille Krogh (Vágaskot), sum vann bronsu

Menn recurve

Innleiðandi:

Hans Petur Højgaard (Ørvur), 284+290 = 574.
Bárður Magnusson (Vágaskot), 264+252 = 516.
Michael Feldballe (Tambar), 260+248 = 508.
Per Símunarson (Ørvur), 253+252 = 505.
Hannis Reinert á Plógv (Vágaskot), 212+220 = 432.

Fjórðingsfinala:

Per – Hannis, 6-0.

Hálvfinalur:

Hans Petur – Per, 6-2.
Bárður – Michael, 4-6.

Bronsufinala:

Bárður – Per, 6-2.

Finala:

Hans Petur – Michael, 5-5; shoot-off, 9(+) – 9.

[object Object]
Úr vinstru er tað Michael Feldballe (Tambar), silvur, Hans Petur 
Højgaard (Ørvur), gull, og Bárður Magnusson (Vágaskot), bronsu

Kvinnur compound

Innleiðandi:

Helena við Misá (Ørvur), 265+256 = 521.
Rakul Dam (Tambar), 244+241 = 485.

Finala:

Helena – Rakul, 130-128.

[object Object]
Vinstrumegin er tað silvurvinnarin Rakul Dam (Tambar), sum 
fyri fyrstu ferð í ár mátti lúta fyri Helenu við Misá (Ørvur) í finaluni

Menn compound

Innleiðandi:

Jóannes Poulsen (Ørvur), 291+294 = 585.
Jógvan Niclasen (Tambar), 275+278 = 553.

Finala:

Jóannes – Jógvan, 148-140.

[object Object]
Vinstrumegin er tað Jógvan Niclasen (Tambar), silvur, og 
Jóannes Poulsen (Ørvur), gull


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. mars 2024

59 Fríggjadagur 08. mars 2024

FM-vinnararnir á 12 metrum funnir

Compound-finalan hjá dreingjunum var óguvliga tøtt og spennandi, og bæði hjá gentunum við barboga og recurve-dreingjunum vóru óvæntað úrslit

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tilsamans níggju skjúttar býttir á bólkarnar gentur barbogi, dreingir recurve og dreingir compound høvdu teknað seg til innandura FM-kappingina á 12 metrum í ár. Kappingin var í høllini hjá Vágaskoti í Miðvági leygardagin, og tó at skjúttarnir ikki vóru so nógvir í tali, bleiv talan um eina góða og spennandi kapping.

Jøvn compound-kapping
Serliga hjá compound-dreingjunum var spenningur í frá byrjan til enda. Tað vóru teir tríggir Dávid Højgaard, Narvi Jensen og Jónas Poulsen, allir úr Ørvi, sum kappaðust, og samanumtikið hava teir ongantíð í vetur verið javnari enn tað sama í avrikum.

Narvi vann innleiðandi kappingina, Jónas bleiv nummar tvey og Dávid nummar trý.
Semifinalan millum Jónas og Dávid bleiv avbera spennandi. Tvey tey fyrstu umførini endaðu jøvn, tað triðja vann Dávid 28-27, síðan var aftur eitt javnt umfar, áðrenn tað fimta eisini koppaði rætta vegin hjá Dávidi. Hann vann umfarið 27-26, og tískil vann hann eisini samanlagt.

Í teimum seinastu kappingunum hava duellirnar ímillum Dávid og Narva verið ógvuliga javnar. Tað gav at bíta í Grand Prix-kappingini í Vági 24. februar, tá tvey shoot-off-umfør skuldu til fyri at fáa eina avgerð í finaluni.

FM-finalan ímillum teir báðar leygardagin bleiv eisini ein gysari. Narvi vann fyrsta umfarið 29-28, síðan vann Dávid tvær ferðir 28 – 26, og tey bæði seinastu umførini endaðu jøvn. Sostatt vann Dávid FM-gullið.

Vent í holuni
Fýra gentur høvdu teknað seg at kappast um FM við barboga, Marta B. Poulsen úr Ørvi, Eva Kjærbo úr Team SuðurSkot, og tær báðar Sólvá Reynskor og Natalia Mary á Høgabóli úr Vágaskoti.

Marta hevur verið í einum flokki fyri seg í vetur. Á næstu plássunum hevur Sólvá síðan havt munin á liðfelaganum Nataliu, men hjá teimum báðum var vent í holuni leygardagin.

Natalia hevði ein heldur keðiligan dag í kappingarhøpi í Vági, tí kuldin og so tað, at ov smá andlit blivu brúkt at skjóta eftir, kom serstakliga illa við hjá henni. Men kanska hevur viljin til uppreisn bara gjørt hana tað meira beinrakna, nú tað galt FM. Í hvussu er lá stak væl fyri hjá henni leygardagin. Sólvá var ikki við í Vági, men hevði hinvegin ikki sín besta dag leygardagin.

Marta vann innleiðandi kappingina, Natalia bleiv nummar tvey, væl framman fyri Sólvá á triðjaplássi, og Eva nummar fýra.

Natalia vann eisini hálvfinaluna ímóti Sólvá sannførandi 6-2.

Hin hálvfinalan var ímillum Martu og Evu. Eva hevur bert verið við í tveimum Grand Prix-kappingum í vetur – tí allarfyrstu, sum var í Havn, og í Vági 24. februar. Hon hevur tískil ikki so nógva kappingarvenjing í vetur, men kortini gav hon Martu virðiliga mótstøðu og vann eisini eitt umfar. Marta vann sostatt hálvfinaluna 6-2.
Í FM finaluni gjørdi hon tó bart og vann 6-0 á Nataliu. FM-bronsan fór til Sólvá, sum vann bronsufinaluna 6-2 ímóti Evu.

Aftur gull til Jón Sjúrð
Brandur Tummasson Hansen, Tambar, og Jón Sjúrður Jóhansson, Vágaskot, vóru einsamallir at kappast um FM í recurve hjá dreingjunum, og um metast skuldi um útlitini við støði í Grand Prix-kappingini í vetur, var ongin ivi um, at Brandur var favorittur.

Jón Sjúrður vildi tað tó øðrvísi – eins og hann gjørdi, seinast teir báðir brustu saman. Tað var í kappingini á 15 metrum í Søldarfirði 27. januar, tá finalan ímillum teir báðar endaði javnt, og Jón Sjúrður síðan vann shoot-off-duellina. Aftaná segði hann, at tað var fyrstu ferð, at hann hevði vunnið nakað annað enn bronsu.

Men leygardagin var Jón Sjúrður oman á allan vegin. Hann vann innleiðandi kappingina rættiliga trygt og finaluna um FM-gullið 7-3.

Úrslitini í FM-kappingini á 12 metrum:

Gentur barbogi
Innleiðandi:
Marta B. Poulsen (Ørvur), 192+186 = 378.
Natalia Mary á Høgabóli (Vágaskot), 143+117 = 260.
Sólvá Reynskor (Vágaskot), 108+108 = 216.
Eva Kjærbo (Team SuðurSkot), 77+116 = 193.
Hálvfinalur:
Marta – Eva, 6-2.
Natalia – Sólvá, 6-2.
Bronsufinala:
Sólvá – Eva, 6-2.
FM-finala:
Marta – Natalia, 6-0.

Dreingir recurve
Innleiðandi:
Jón Sjúrður Jóhansson (Vágaskot), 202+186 = 388.
Brandur Tummasson Hansen (Tambar), 169+175 = 344.
FM-finala:
Jón Sjúrður – Brandur, 7-3.

Dreingir compound
Innleiðandi:
Narvi Jensen (Ørvur), 278+276 = 554.
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 274+274 = 548.
Dávid Højgaard (Ørvur), 271+274 = 545.
Hálvfinala:
Dávid – Jónas, 138-136.
FM-finala:
Dávid – Narvi, 139-136.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. mars 2024