Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 30. mars 2024 | Nr. 13 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Breið semja um at taka pengar frá alivinnuni

SíÐa 2

1 Leygardagur 30. mars 2024

Góðan lesihug og gleðiligar páskir

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7 - eisini á páskum

Oddagrein

Blíðkar fyri hugaðum fólki

Tað blíðkar fyri hugaðum fólki, hava vit hug at siga og rósa teimum politikarum, sum í vikuni funnu saman til breiða semju um eitt av stóru politisku málunum í dagsins Føroyum.

Hvør dugur er í sjálvum uppskotinum um hvussu alifeløguni í komandi árum skulu vera við til at fíggja raksturin av samfelagnum, fáa vit at síggja í komandi tíðum, tá uppskotið skal viðgerast og ætlanirnar og orðingarnar skulu vigast.

Enn hava mótmælini ikki verið ógvuslig, tí alivinnan vísir seg at hava ein rættiliga óvanligan hugburð í mun til aðrar vinnur her á landi – hon heldur tað vera eina sjálvfylgja, at hon skal rinda fyri tey framíhjárættindi, sum hon fær í sambandi við rættindini at brúka burturav landsins tilfeingi til sína framleiðslu.

Kanska er skil í ætlanini, sum samgongan og Sambandsflokkurin í vinnunevndini skrivaðu undir í vikuni saman við vinnumálaráðharranum, hóast undirskrivandi partarnir als ikki høvdu so lætt við at seta orð á, júst hvat fyrimunurin var við nýggju lógini fyri vinnu eins væl og politisku skipan, annað enn, at tað nú verður friður á økinum helst tíggju tey komandi árini.

Men bara tað, at komið er fram til eina semju, eitt forlík, er ein stórsigur fyri politisku skipanina.

Fleiri ferðir hava vit í oddagreinum á hesum stað meyla og grenja um, hvussu tápulig, óbúgvin og útlitaleys verandi skipan við blokkpolitikki hevur verið. At vit í fleiri fylgjandi valskeið hava livað við eini skipan, har fleiri stórmál verða afturførd til ta skipan, ið áður var galdandi, so hvørt sum val hevur verið, og nýggjur meiriluti er sloppin framat.

Gævi at undirskriftirnar týsdagin kunnu vera orsøk til, at politiska skipanin tekur annað skil um bak. Nevniliga setir sær fyri, hvat tey vilja við samfelagnum, og gera semjur við teir flokkar, sum eru samdir, og kunnu mynda meiriluta.

So sleppa vit undan sjónleikinum, sum higartil hevur valdað, nevniliga, at andstøðan hevur verið ímóti, bara fyri at vera ímóti í vónini um at val skjótt verður aftur, meðan samgonguflokkarnir á ongan hátt hava viljað gingið andstøðuni á møti tí – ja, tí “nú eru tað vit, sum bestemma”.

Hetta hevur verið politikkur á barnagarðs- ella sandkassastøði, sum vit kanska kunnu hóma endan av nú.

Nú er bara at vóna, at góðs er í tí, sum vinnunevndarumboðini hava lovað, at tey veruliga hava allar sínar felagar í tinginum við sær, og at semjan ikki einans er galdandi til komandi val, men verður galdandi í eitt áramál frameftir, og heldur hóast onkur á liðinum verður skiftur út í sambandi við komandi løgtingsval.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3776

    Lisnar síður: 11674

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 30. mars 2024

Breið semja um at taka pengar frá alivinnuni

Sjáldsom semja: Samgongan saman við Sambandsflokkinum vil gera eina einfaldari skipan við bæði tøkugjaldi og serskatti

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týsdagin var nakað so sjáldsamt í føroyskum politikki sum ein semja í einum stórpolitiskum máli tvørtur um samgongumark undirskrivað í Tinganesi.

Tað eru teir tríggir samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, sum hava gjørt semju við Sambandsflokkin hvussu tøkugjaldsskipanin frá alivinnuni skal síggja út í komandi árum.

Fleiri av teimum, sum vóru við til undirskrivingina høvdu hug at kalla hetta fyri stórhending, og onkur nevndi eisini, at hetta kanska kann gerast byrjanin til eina nýggja tíð í føroyskum politikki, har flokkarnir semjast um hvussu átroðkandi og alneyðug stórpolitisk mál skulu loysast politiskt.

[object Object]Hesi skrivaðu undir semjuna. Eyðdis Hartman Niclasen, Sambandsflokkurin, Uni Holm Johannesen, Javnaðarflokkurin, Erhard Joensen, Sambandsflokkurin, Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Annika Olsen, Tjóðveldi, og Karlot Hergeirsson, Framsókn (Mynd: Sverri Egholm)

- Rímiligt og rættvíst gjald

Tað vóru limirnir hjá nevndu flokkum í løgtingsins vinnunevnd, sum skrivaðu undir semjuna saman við landsstýrismaninum við vinnumálum, Høgna Hoydal.

Skipanin verður kallað ein tvíliðað skipan, ið er sett saman av einum tøkugjaldi og so einum serskatti á yvirskot hjá alifeløgunum.

Tøkugjaldið verður ein stigi, ið byrjar frá 0,5 prosentum og endar á 7,5 prosentum í mun til altjóða laksaprísin. Og serskatturin verður 8 prosent av yvirskotinum hjá alifeløgunum.

Flokkarnir eru samdir um, at skipanin skal tryggja landinum eitt rímiligt og rættvíst gjald fyri rættin at ala í Føroyum, og samstundis tryggja vinnuni ein støðugan karm, ið gevur best møguligt grundarlag at leggja virksemið til rættis og tryggja altjóða kappingarførið.

Semjan sæst her

Galdandi til 2036

Ein slík semja er ikki løgfrøðiliga bindandi, men flokkarnir hava sett sær fyri, at halda seg til hesa skipanina so at hon ikki kann sigast upp fyrr enn í fyrsta lagið í 2032 fram til eitt komandi val, so sigast kann, at hon fer at halda fram til 2036, om ikki tað verður útskrivað nýval ímidlartíð.

Skipanin fær gildi komandi ársskifti – 1. januar 2025.

[object Object]
Høgni Hoydal, landsstýrismaður

Semja í øllum flokkunum

Hóast tað eru vinnunevndarlimirnir, sum hava skrivað undir, og hóast at tildømis formaðurin í Sambandsflokkinum og forkvinnan í Framsókn ikki vóru til staðar, so vissaðu umboðini á tíðindafundinum um, at talan er um eina semju, ið er galdandi fyri allar tinglimirnar hjá flokkunum.

Endamálið við semjuni er at gera skipanina við tøkugjaldi meira einfalda og gjøgnumskygda, so vinnan í nógv størri mun veit, hvat hon skal rokna við, og harvið eisini hava møguleika fyri at gera langtíðar avtalur.

Felt uppskot var byrjanin

Á tíðindafundinum týsdagin kom fram, at núverandi semjan í vissan mun byggir á tað uppskotið, sum táverandi landsstýrismaður við vinnumálum, Magnus Rasmussen, arbeiddi við, men ikki kom á mál við.

Tað var í sambandi við, at Sambandsflokkurin í fjør legði eitt broytingaruppskot fyri løgtingið, sum eisini bygdi á uppskotið hjá fyrrverandi sambandstingmanninum, at tað gjørdist greitt fyri limum í vinnunevndini, at her møguliga var ein kjansur at arbeiða við at gera eina breiða semju.

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum fall í løgtinginum, men landsstýrismaðurin valdi at kalla flokkarnir til fyrireikandi fundar til tess at vita um møguleiki er fyri breiðari semju á hesum øki.

[object Object]
Erhard Joensen, formaður í løgtingsins vinnunevnd (Mynd: Sverri Egholm)

Realitetssamráðingar síðan í heyst

Í heyst fóru Sambandsflokkurin við í realitetssamráðingar, sum nú endaðu við, at ein semja varð undirskrivað.

Við nýggja uppskotinum verður tikið minni inn í tøkugjaldi. Teir sokallaðu tøkugjaldsstigarnir verða bert fýra í tali móti teimum núverandi níggju, og nú verður tøkugjaldið í høgsta lagið 7,5 prosent meðan tað í núgaldandi skipan kann koma heilt upp á 20 stig.

Fyri at kompensera fyri minkandi inntøkurnar hjá landskassanum í tøkugjaldi, kemur ístaðin tann tvíliðaða skipanin, soleiðis at alifeløgini afturat skulu gjalda ein eykaskatt á 8 prosent av skattskyldugu inntøkuni hjá felagnum av virkseminum, sum snýr seg um inntøkurnar av virkseminum frá smoltframleiðslu til sjógvaling og tøku.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2024

3 Leygardagur 30. mars 2024

- Alivinnan hevur betur uppiborið

Tað ber ikki til at størsta vinna í landinum skal liva í óvissu um, hvussu virksemið verður skattað, halda fólkini aftan fyri sjáldsomu politisku semjuni í vikuni

Erhard Joensen, formaður í Vinnunevndini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

- Alivinnan er ein tann mest týðandi vinnan, sum vit hava í Føroyum. Tí ber tað ikki til, at hon skal liva við eini skattaskipan, sum verður broytt í mun til hvussu tørvurin er hjá landskassanum til fígging av sínum útreiðslan. Alivinnan má fáa tryggar karmar at virka undir, og tí fóru vit við í arbeiðið at finna fram til hesa semjuna.

Soleiðis sigur Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, sum eisini er formaður í løgtingsins vinnunevnd, har tað eru andstøðuflokkarnir, sum sita við meirilutanum.

Men týsdagin hildu Erhard Joensen, og partakvinnan í nevndini Eyðdis Hartmann Niclasen seg til samgongulimirnar, tá semja skuldi gerast um, hvussu framíhjárættindini, sum alivinnan fær, verður skattað.

Í mun til núverandi skipan, verður gjørt uppskot til eina meira einfaldari skipan, sum ger tað nógv lættari hjá vinnuni at skipa sítt arbeiði, eitt nú tá gerast skulu langtíðaravtalur við møguligar keyparar av liðugtvørum.

Talan er um eitt tøkugjald, sum ongantíð fer upp um 7,5 prosent, og harafturat eitt serskattur av teimum inntøkum, sum stava beinleiðis frá framíhjárættindunum, t.v.s. frá tí at roknini koma í eyga, til laksurin verður tikin. Tað almenna ætlar sær sostatt ikki longur at skatta meirvirðið, sum kemur burtur úr tilvirkanini eftir at alilaksurin er tikin upp á land.

Byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið?

- Alivinnan er so mikið týðandi, at vit ikki kunnu tilláta okkum at broyta skattaviðurskiftini í tíð og ótíð, alt eftir um tað er henda ella hin samgongan, sum situr við valdið, segði Erhard Joensen.

Harvið hevur hann og Sambandsflokkurin bundið seg til hesa skipan, og tað verður sostatt ikki broytt, um tað skuldi hent enn eitt valdsskiftið við borgarligum stýri eftir komandi løgtingsval.

Sjálvur helt Erhard Joensen, at samjan, sum týsdagin varð undirskrivað, kann vera startskotið til ein annan hátt at føra politikk í Føroyum, nevnilig við at gera breiðar semjur á stórmálum, sum liggja fyri framman, eitt nú tá finnast skal ein loysn á búskaparligu haldførisavbjóðingunum.

Eisini samgongulimirnir í vinnunevndini fegnaðust um semjuna, sum nú er komin í lag.

- Tað ber ikki til, at skipanir skulu rullast aftur hvørja ferð vit fáa nýggjar flokkar í landsstýrið. Slíkt kunnu vit ikki bjóða høvuðsvinnuni, segði Uni Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum, sum vónar at hetta kann gerast byrjanin til ta fyrstu av nógvum semjum, sum eru neyðugar.

Karlot Hergeirsson úr Framsókn takkaðu sínum politisku feløgum í vinnunevndini. Hann vísti á, at tað er ein góð samanseting av fólkum, sum hevur dugað at seta sín egna tørv til viks til frama fyri eini semju, sum hevur gjørt tað møguligt, segði hann og nevndi eisini, at hetta kann vera byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið í føroyskum politikki.

Upp á fyrispurningin um hvar hinir flokkarnir í løgtinginum eru, svaraði Høgni Hoydal, at tað gjørdist rættiliga tíðliga greitt, at tað veruliga var ein vilji til semju við Sambandsflokkin, og tí fóru realitetssamráðingar í gongd nokk so tíðliga í heyst.

- Tá vit viðgjørdi uppskotið hjá Sambandsflokkinum í fjør, gjørdist tað rættiliga skjótt greitt, at Fólkaflokkurin ikki var sinnaður at fara hendavegin, sum vit nú eru farin. Hinvegin havi eg eitt sindur ringa samvitsku av, at Miðflokkurin ikki varð boðin við til samráðingarnar aftur, tí teirra tinglimir vístu áhuga fyri arbeiðinum. Men tá var arbeiðið longu komið í gongd, tað gekk væl, og tí komu aðrir flokkar ikki uppí, segði Høgni Hoydal.

Málið hjá semjuflokkunum er at leggja lógaruppskotið fram longu áðrenn ólavsøku, tó skal vinnan fáa stundir at seta seg í málið og koma við hoyringssvarum. Sjálv skattalógin, sum ásetur gjaldið verður løgd fram í heyst, so at skipanin kann fáa gildi frá nýggjárinum at rokna.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Fleiri Myndir frá undirskrivingini sæst her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2024

4 Leygardagur 30. mars 2024

Fosturtøka bleiv samanborið við Nazitýskland

Formansskapurin valdi at leggja tað linju, at tað skal vera í lagi at úttrykkja og seta orð á hetta málið, sigur løgtingsforkvinnan um harðliga orðaskiftið um fosturtøku herfyri

Bjørt Samuelsen, tingforkvinna (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað bleiv tosað um, at hetta var at drepa, týna, og eisini samanberingar vóru við Nazi-týskland.

Orðaskiftið í undir 1. viðgerð av nýggju fosturtøkulógini fríggjadagin í farnu viku slapp at fara eitt sindur langt, og eisini longri enn vanligt. Hetta var nakað, sum formansskapurin hevði tikið avgerð um.

- Eg haldi hetta hevur verið eitt rættiliga hart orðaskifti. Tað hava verið søgd og brúkt orð, sum undir vanligum viðgerðum í øðrum føri, høvdu verið átalað, segði Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, tá orðaskiftið var liðugt.

- Í hesum førinum snýr tað seg um eitt mál sum er trupult og eymt og sárbært, og formansskapurin hevur valt at leggja ta linju at tað skal vera í lagið at úttrykkja og seta orð á hetta málið, segði løgtingsforkvinnan.

- Men eg vil so siga, at løgtingsfólk úttrykkja seg undir ábyrgd - ikki minst fyri sær sjálvum, og mugu eisini hugsa um avleiðingar av teimum oðrum, sum verða brúkt.

Grov ákæra
Ein sum helt, at orðaskiftið fór heldur langt, var landsstýrismaðurin, Bjarni Kárason Petersen, ið hevur lagt uppskotið fram.

- Eg haldi, at retorikkurin frá teimum, sum kritisera hetta uppskotið er heldur harður. Teir siga, at talan er um dráp, og tað er ikki hissini ákæra. At siga, at eitt landsstýrisfólk kemur við lóggávu sum drepur. Tað er ein øgiliga grov ákæra, segði Bjarni Kárason Petersen á tingsins røðarapalli móti endanum av orðaskiftinum.

Hann legði afturat, at tað at siga, at onkur drepur, átti at fingið størri avleiðingar enn tað fær.

[object Object]Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin og partur av formansskapinum í løgtinginum, tekur undir við Bjarna Kárason Petersen um, at orðingarnar vóru heldur ógvusligar.

- Eg eri samdur við tær, at summi av teimum tingum, sum blivu søgd í tinginum vóru betur ósøgd. Millum annað samanbering við Hitler og Naxitýskland osfr. Nokkso sjúklig hugsan, haldi eg, skrivar Johan Dahl í viðmerking.

Rættarnevndin hevur nú fingið uppskotið til nýggja fosturtøkulóg til víðari viðgerð, áðrenn tað verður borið í tingið aftur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2024

5

Størv

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024

Landmátingsteknikari til Munin

Meira Umsóknarfreist: 10. desember 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024
6 Leygardagur 30. mars 2024

Mæla til at hækka kringvarpsgjaldið upp aftur meira

Heldur enn at hækka kringvarpsgjaldið við trettan krónum, heldur meirilutin í mentanarnevndini, at tað skal hækka við tjúgu krónum upp í 170 krónur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Meirilutin í mentanarnevndini heldur, at tær 13 krónurnar sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í uppskotinum um kringvarpslóg skjýtur upp, ikki eru nóg mikið.

Mælt verður nevniliga til at hækka kringvarpsgjaldið úr 150 krónum upp í 170 krónur fyri tey sum eru millum 24 og 67 ár, og úr 50 krónum upp í 70 krónur fyri pensjónistar. Hetta er eitt vet meira enn í upprunaliga uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni.

Har verður mælt til at gjaldið hækkar úr 150 krónum upp í 163 kronur, og hjá pensjónistum úr 50 krónum upp í 63 krónur.

Í meirilutanum eru Sólvit E. Nolsø, Jóhannis Joensen, Súsanna Bertholdsen, Liljan Weihe og Erling Eiedesgaard.

Ein minniluti í nevndini, Magnus Rassmusen, tekur undir við uppskotinum hjá Sirið Stenberg sum tað er.

Bárður á Lakjuni heldur, at kringvarpsgjaldið ikki eigur at hækka.

Allir limirnir í mentanarnevndini taka unfir við, at kringvarpsgjaldið skal verða javnað við tveimum prosentum árliga frá 2025.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2024

7 Leygardagur 30. mars 2024

– Øll eiga at hava atgongd til talgildar pallar

Hetta eigur at tryggjast við lóg, heldur Etiska Ráðið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Etiska ráðið heitir á almennar myndugleikar um at tryggja, at øll fólk hava atgongd til talgildar pallar hjá tí almenna og hjá størri privatum fyritøkum, so sum bankum og tryggingum.

– Alt eftir hvørjum metingum ein hyggur at, so eru tað millum 14 og 22 prosent av av íbúgvunum í vesturheiminum, sum hava avbjóðingar við at lesa (Evropa kommissiónin). Tó eru tað í summum evropeiskum londum munandi fleiri, ið hava avbjóðingar við at lesa, og skal ein døma út frá PISA-úrslitunum, so liggja Føroyar helst nærri teimum londunum, har fleiri hava avbjóðingar við at lesa (Barna og útbúgvingarmálaráðið). Lesivanakanning 2017/18 staðfesti eisini, at føroysk børn lesa minni enn aðrastaðni (Rasmussen et al, s. 100), og hetta bendir eisini á, at støðan er verri í Føroyum.

– Fólk kunnu hava avbjóðingar við at lesa eitt nú, tí tey eru orðblind, hava ADHD, eru sjónveik ella blind, hava summi sløg av menningartarni, ella tí at skúlagongdin ikki hevur verið nøktandi. Óansæð, hvør orsøkin er, so eigur tað almenna at tryggja, at øll fólk kunnu luttaka á jøvnum føti hvør við øðrum, skrivar Etiska Ráðið.

Sambært Etiska Ráðnum kann hetta tryggjast við at hava skipanir á øllum talgildum pallum, sum lesa upp fyri fólki, og við at tryggja at talgildu pallarnir liva upp til nýggjastu WCAG krøvini, og lesiforrit harvið kunnu nýta pallarnar. Hetta eigur at tryggjast við lóg, heldur Etiska Ráðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2024

8 Leygardagur 30. mars 2024

Hagstovan: Arbeiðsloysið 1,1 prosent í februar

Tað er ein vøkstur á 0,3 prosentstig í mun til februar 2023 og svarar til 336 fulltíðararbeiðsleys

(Savnsmynd: Shutterstock)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Arbeiðsloysið í Føroyum var 1,1 prosent í februar. Tað svarar til 336 fulltíðararbeiðsleys.

Tað er ein vøkstur á 0,3 prosentstig samanborið við februar í fjør, har arbeiðsloysið var 0,8 prosent, ið svaraði til 255 fulltíðararbeiðsleys, skrivar Hagstovan.

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í februar vóru 409 persónar raktir av arbeiðsloysi, og tað eru 117 fleiri enn februar í fjør.

Í februar vóru 196 fulltíðararbeiðsleysir menn og 140 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. Tað svarar til ávikavist 1,2 og 1,0 prosent. Hjá monnum var talan um ein vøkstur á 0,3 prosentstig, meðan tað hjá kvinnum var 0,2 prosentstig.

Arbeiðsloysið var tað lægsta millum tey 55-66 ára gomlu, meðan størsta arbeiðsloysið var millum tey 25-34 ára gomlu - 1,5 prosent.

Í februar var arbeiðsloysið lutfalsliga lægst í Norðoyggjum við 0,5 prosentum, meðan tað var hægst í Suðuroynni. Har var arbeiðsloysið 2,4 prosent, sum er 0,9 prosentstig hægri enn í februar í fjør.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2024

9
Leygardagur 30. mars 2024

Nærkast til enn eitt frystilínuskip kemur í flotan

Línuskipið Ummannaq kemur í føroyska flotan, og skal millum annað avloysa Havbúgvan, sum er lagdur, sigur Hálvdan Gudmundsen, reiðari

Línuskipið Ummannaq, sum Hálvdan Gudmundsen hevur keypt, er nógv seinkað, men nú nærkast til skipið kemur til Føroyar
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Frystilínuskipið Ummannaq, sum millum annað skal avloysa Havbúgvan, verður í Føroyum tíðliga í apríl, sigur reiðarin.

- Tilgongdin hevur verið rættuliga drúgv, men vit vænta at skipið kemur til Føroyar tíðliga í apríl, sigur Hálvdan Gudmundsen, reiðari, sum vísir á at skipið skal í gjøgnum eitt skipasýn áðrenn tað kann koma undir føroyska flagg.

- Skipið liggur í Svendborg í Danmark, og skipasýnið var umborð og gjørdi sýnið, men brádliga valdu teir at fara í páskafrí, og koma so umborð aftur 4. apríl tá ið teir skulu ein lítan túr út á fjørðin, og gera nakrar royndir við skipinum, sigur reiðarin.

Reiðarin skilir ikki heilt hví danskararnir valdu at gevast so brádliga, og fara í páskafrí.

- Vit vóru farnir niður eftir skipinum. Seks mans skulu sigla skipið heim, og hetta kom rættuliga óvæntað á okkum, men vit eru so komnir heim aftur, og fara niður aftur eftir skipinum eftir páskir, sigur Hálvdan Gudmundsen, reiðari.

Reiðarin ynskir ikki at upplýsa hvat skipið er keypt fyri, ella hvat navnið verður.

- Tað er ikki nakað, sum man plagar at upplýsa, og vit velja tí at gera tað sama sum felstu reiðaríini, og halda tað loynuligt, sigur Hálvdan Gudmundsen, við einum smílið, og sigur at eisini navnið eisini er loyniligt enn.

Ymiskt arbeiði skal gerast við skipið áðrenn skipið fer í vinnu. Eitt nú skal sverari lína umborð, nýggjur krani setast á dekkið, frystaríiið skal dagførast og væntast hetta at taka umleið tríggjar til fýra vikur, sigur reiðarin.

- Nýggja skipið hjá okkum skal fiska undir Føroyum, í altjóða sjógvi og um tað verður møguligt, so vóna vit eisini at sleppa á Flemish Kap, sigur Hávdan Gudmundsen, reiðari. 

Drúgt skipakeyp

Tilgongdin at keypa skipið hevur verið rættuligani drúgv. Alt byrjaði fyri einum ári síðani.

- Tað hevur tikið sera drúgva tíð. Sakførarin hjá núverandi eigarunum doyði, og so skuldi øll skjølini útflýggjast av nýggjum, eitt nú pantibrøv og annað í skipinum, og hetta hevur tikið sína tíð, men nú nærkast av álvara til vit kunnu yvirtaka skipið, sigur Hálvdan Gudmundsen, reiðari. 

Ummannaq er bygur í 1988 á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, og hevur havt nøvnini Loran, Gandi, Stapin, Tromsø, Polar Ummannaq og Ummannaq. 

Skipið skal millum annað avloysa Havbúgvan, sum er elsta línuskipið í føroyska flotanum, og bygt í Noregi í 1959, og sostatt er 65 ára gamalt. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2024

10
Leygardagur 30. mars 2024

Hagstovan: Fiskavøruútflutningurin vaksin 173 milliónir krónur

Vøksturin stavar serstakliga frá vøkstri í útflutninginum av lýsi og fiskamjøli

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Samlaði útflutningurin fyri tíðarskeiðið februar 2023 til janaur 2024 var 12,6 milliardir krónur. Tað er 30 milliónir krónur minni enn undanfarnu 12 mánaðirnar.

Fiskavørurútflutningurin hetta tíðarskeiðið var 11,8 milliardir, ið er ein vøkstur á 173 milliónir krónur - ella 1,5 prosent.

Vøksturin stavar serstakliga frá vøkstri í útflutninginum av lýsi og fiskamjøli, ið er vaksi ávikavist 371 og 363 milliónir krónur, skrivar Hagstovan.

Útflutningur av laksi minkaði 355 milliónir krónum - ella seks prosent. Hetta tí útflutta nøgdin av laksi er minkað nærum 10.000 tons - ella 11 prosent.

Bæði útflutningsvirði og -nøgd av sild og lodnu er farið upp. Útflutta virðið av lodnu er meira enn tvífaldað meðan nøgdin er farin upp við tveimum triðingum. Fyri sild er útflutningsvirðið farið upp við einum fimtaparti, meðan nøgdin er farin upp við einum triðingi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2024

11 Leygardagur 30. mars 2024

Vøruhúsið setur sjóneykuna á vinnukundar

Ein deild er sett á stovn, sum burturav selur til vinnukundar. Kári Hentzer er leiðari í Vøruhúsið Pro

Peter Mouritsen og Kári Hentze (Mynd: Vøruhúsið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vøruhúsið telist millum landsins størstu veitarar av møblum, búnýti og øðrum, umframt at vera ein stórur veitari av kaffi og reingerðarútgerð.

Vøruhúsið fer nú at seta sjóneykuna á vinnukundar, og hevur tí sett eina deild á stovn, sum burturav selur til vinnukundar.

Til hetta er Kári Hentze settur sum leiðari. Kári er ein royndur harri hvat vinnutænastum viðvíkur. Tað, sum hevur týdning, er at veita holla rá›geving og góða, persónliga tænastu.

Øll søla til vinnuna verður nú skipað undir heitinum: Vøruhúsið Pro.

Vøruhúsið Pro leggur dent á, at veita tænastur, kaffi og reingerðarútgerð til m.a. skúlar, sjúkrahús, stovnar, gistingarhús, matstovur, kaféir og kantinur.

- Vit hava røtur langt aftur í tíðina og hava verið veitari hjá mongum vinnukundum. Vit hava knowhow´ið og netverkið, og hartil eru vit serstakliga kappingarfør. Og tað vísur seg, at tíðin nú er røtt, at vit seta Vøruhúsið Pro á stovn, so vit kunnu røkja vinnukundarnar á besta hátt. Vinnukundarnir tørva ofta eitt annað slag av ráðgeving enn privatkundarnir, og tí er tað skilagott at fokusera tilboðini til bæði segmentini, sigur Peter Mouritsen, stjóri í Vøruhúsinum.

Vøruhúsið Pro heldur eisini til í handilsbygninginum á Hjalla og hevur egið showrúm har.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2024

12
Leygardagur 30. mars 2024

Tók fleiri dagar at sjóseta Høgaberg

Tað gekk ikki sum ætlað at sjóseta Høgaberg á skipasmiðju í Gdansk fyrr í hesum mánaðinum, men nú er skipið loksins komið á sjógv

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Høgaberg, sum er nýggja uppsjóvarskipið hjá reiðarínum Framherja í Fuglafirði, var fyri nøkrum døgum síðan sjósett á Karstensens skipasmiðjuni í Gdansk.

Tað skuldi vera 8. mars, men tað gekk ikki sum ætlað. Av onkrari orsøk fekk skrokkurin ikki nóg nógva ferð av bakkastokkinum, og steðgaði áðrenn skrokkurin kom á sjógv. Nakrar dagar seinni, 19. mars, var skipið sleipað av bedingini, og 22. mars lá skipið loksins við bryggju.

Hetta skrivar pólski miðilin gospodarkamorska.pl.

[object Object]

Vit frætta frá Framherja, at skrokkurin verður nú sleipaður til Skagen. Hann skuldi væntandi vera í Skagen í dag, og har skal restina av arbeiðinum gerast.

Høgaberg verður væntandi latin reiðarínum í oktober-november.

Nýggi Høgaberg er 88 metrar langur og 17,5 metrar breiður. Hann fer at lasta 3400 tons. Høgaberg er systurskip Finnur Fríða.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2024

13
Leygardagur 30. mars 2024

Sjúrðarberg komin til Spania

Flakatrolarin Sjúrðarberg kom skírisdag til spanska býin Cangas, har skipið skal umbyggjast

Sjúrðarberg kom í gjár til spanska býin Cangas, har skipið skal umbyggjast
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Flakatrolarin Sjúrðarberg kom skírisdag til spanska býin Cangas, har skipið skal umbyggjast til at fiska botnfisk við Uruguay og møguliga við Afrika.

Tað var um hálvan mars at tað gjørdist alment, at reiðaríið Thor Fisheries í Hósvík hevði keypt Sjúrðarberg frá JFK í Klaksvík.

Sjúrðarberg hevði ligið á Klaksvík síðani skipið kom aftur úr Barentshavinum fyrst í februar, og tá segði JFK eisini manningina upp, sum taldi 40 mans.

Reiðaríið royndi eftir besta førimuni at flyta uppsøgdu manningina yvir á onnur skip í reiðarínum, og síðani Sjúrðarberg bleiv lagdur, hava nøkur útlendsk feløg hugt at skipinum.

Hálvan mars undirskrivaðu Thor Fisheries og JFK undir keypsavtaluna, og fáar dagar seinni fór Sjúrðarberg av Klaksvík, og setti kós móti Spania, har skipið skal umbyggjast. Væntandi kemur arbeiðið at taka umleið tríggjar til fýra mánaðir. 

Sjúrðarberg er bygdur á Skála Skipasmiðju í 1987, og hevur fyrr havt nøvnini, Skálafjall, Beinur, Akraberg, Dorado og Polonus.

JFK keypti Sjúrðarberg í 2020.

Skipið hevur seinastu árini hjálpt undanfarna Gadus at fiska kvotuna hjá reiðarínum í Barentshavinum, men eftir at JFK yvirtók nýggja Gadus í september í fjør, sum hevur munandi størri veiðuorku enn undanfarni Gadus, so hevði JFK ikki tørv á tveimum skipum meira til fiskiskapin í Barentshavinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2024

14
Leygardagur 30. mars 2024

Bakkafrost: Nevndarformaðurin heldur fram

Nevndarformaðurin í Bakkafrost síðstu 15 árini, Rúni M. Hansen, heldur fram, og hann fær ein annan royndan nevndarlim afturat sær, Alf-Helge Aarskog, sum var forstjóri í Mowi í nógv ár. Hetta  er í uppskoti til aðalfundin hjá Bakkafrost, sum verður 30. apríl

Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost
SkrivaÐ:

Jan Müller

Sum alment skrásett felag er Bakkafrost eitt felag við einum breiðum eigaraskara. Tað eru fleiri túsund parteigarar, og hetta merkir eisini hægsta myndugleika í felagnum, sum er aðalfundurin, har allir eigararnir kunnu avgreiða sína atkvøðu.

Tað er eingin meiriluta parteigari, og størsti eigari, sum er norski Folketrygdfonden,  eigur  9,23 prosent. Síðani eigur forstjórin Regin Jacobsen 7,84 prosent. Odd Eliasen og Høgni Dahl Jacobsen, sum báðir eisini eru í samtaksleiðsluni, eiga ávikavist 0,31 og 0,13 prosent.

[object Object]Stjórn og nevnd á Bakkafrosti. frá vinstru: Odd Eliasen, stjóri, Guðrið Højgaard, nevndarlimur, Øystein Sandvik, nevdnarlimur, Regin Jacobsen, forstjóri, Rúni M. Hansen, nevndarformaður, Einar Wathne, nevndarlimur, Annika Frederiksberg, nevndarlimur, Teitur Samuelsen, nevndarlimur og Høgni Jakobsen, fíggjarstjóri 

Ársrokniskapurin fyri 2023, sum nevndarformaðurin fer at leggja fram á aðalfundinum, vísir eitt rakstrarúrslit á 1,5 milliardir krónur, og úrslit eftir skatt á 955 milliónur krónur.

Nevndarformaður í Bakkafrost er Rúni M. Hansen. Hann hevur verið  nevndarformaður síðstu 15 árini. Hann kom inn í nevndina, áðrenn felagið bleiv skrásett á keypsskálanum í Oslo og hevur sostatt verið nevndarformaður øll árini felagið hevur verið skrásett á keypsskálanum. Nevndarformaðurin verður valdur beinleiðis av aðalfundinum.

Hinir nevndarlimirnir eru Øystein Sandvik, Einar Wathne, Annika Frederiksberg, Teitur Samuelsen og Guðrið Højgaard. Eftir komandi aðalfund, sum verður 30. apríl, verður óiva eisini ein annar persónur, Alf-Helge Aarskog, partur av nevndini. Hann hevur drúgvar royndir frá sjógætisvinnuni og hevur verið stjóri í Lerøy Seafood Group og Marine Harvest/Mowi. Sum útbúgving hevur hann eina Master í Aquaculture og  leiðsluútbúgving frá Harvard Business School.




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2024

15 Leygardagur 30. mars 2024

Eldsálin Kári Mortensen fekk herðaklapp

Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, fekk heiðurin “Ársins herðaklapp” frá Norrøna felagnum í Føroyum, tá ið Norðurlandadagurin varð hildin leygardagin 23. mars

Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, varð leygardagin heiðraður við “Ársins herðaklappi” frá Norrøna felagnum í Føroyum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tá ið næstformaðurin í Norrøna Felagnum íFøroyum, Ásmundur Guðjónsson, handaði heiðurin, nevndi hann millum annað úr grundgevingini, at Kári Mortensen í nógv ár hevur verið sera virkin í norðurlendska samstarvinum á sínum øki, sum er orkupolitikkur.

Kári Mortensen  hevur brennandi áhuga fyri norðurlendska samstarvinum, og í føroyskum høpi er hann ein eldsál, sum altíð er til reiðar at tosa norðurlendska samstarvið upp, og hann sær møguleikarnar vit føroyingar hava at gangnýta samstarvið við okkara brøðrafólk.

Tað vóru Norðurlandahúsið, NORA, Norrøna Felagið í Føroyum og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, ið bjóðaðu til Norðurlandadagin, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum.

[object Object]Kári Mortensen hevur verið stigtakari og partur av fleiri týðandi verkætlanum eitt nú gjøgnum føroysku luttøkuna í Nordisk Energy Forskning, sum m.a. stuðlar orku- og umhvørvistiltøkum í Norðurlondum. Her er Kári við til tiltak, sum Nordisk Energy Forskning skipaði fyri í Hetlandi í fjør (Mynd: Jan Müller)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2024

16 Leygardagur 30. mars 2024

Apotek kemur skjótt í Vágum

Avgerð er tikin um at lata apotek upp í Vágum

Leitað verður nú eftir hølum. Freistin fyri almenna útboðnum er 30. apríl (Mynd: hmr.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Avgerð er nú tikin um, at eitt apotek skal latast upp í Vágum. Hetta skrivar hmr.fo á heimasíðu sínari.

Tað er ikki heilt greitt, hvar tað skal vera.

Í sambandi við avgerðina skipa Apoteksverkið og Landsverk fyri einum útboði, har lýst verður eftir møguligum leigumáli til apotekseindina í Vágum.

- Apotekini hjá Apoteksverkinum hava til uppgávu at flyta inn, flýggja út, upplýsa um og hava á goymslu, heilivág til borgaran. At skipa fleiri apotekseindir betrar um atkomu og tænastustøði fyri borgarar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2024

17 Leygardagur 30. mars 2024

Kvinnuhúsið fær pening úr niðurlagdum grunni

Tilsamans er talan um umleið 2,2 milliónir krónur úr Grunni Jóhannes Nolsøes, skraddara

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Undanfarna hóskvøld samtykti Tórshavnar býráð at upploysa Grunn Jóhannes Nolsøes, skraddara, og at lata fæið í grunninum til Kvinnuhúsið.

Tilsamans er talan um umleið 2,2 milliónir krónur, og peningurin verður útgoldin, tá grunnmynduleikin endaliga hevur góðkent, at grunnurin verður upploystur, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.

Grunnmyndugleikin hevur lagt dent á orðingina í testamentinum hjá Johannes Nolsøe, har tað millum annað stendur um renturnar hjá legatkapitalinum, at tær kunnu brúkast “til støtte for vanskeligt stillede, forældreløse Børn, og udarbejdsdygtige Personer ... der er hjemmehørende i Thorshavn og i Nolsø Bygd”.

Sambært siðvenju á økinum er tað ein treyt fyri at kunna avtaka ein grunn, at grunnfæið verður latið til eitt endamál, ið er sambæriligt við endamálið hjá grunninum.

Grunnmyndugleikarnir hava boðað frá, at grunnurin kann verða avtikin, og at peningurin kann latast til Kvinnuhúsið í Havn, tá hetta endamálið liggur næst endamálinum í viðtøkunum og testamentinum.

Nú skal tað aftur til grunnmynduleikan til endaliga góðkenning, áðrenn peningurin verður handaður, skrivar Tórshavnar kommuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2024

18 Leygardagur 30. mars 2024

Nýggja viðførismóttøkan á flogvøllinum tikin í nýtslu

Milum tvær og tríggjar ferðir so gott pláss er enn áður

(Mynd: Vága Floghavn)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Síðani tíðliga í fjør hevur verið arbeitt við at víðka um viðførismóttøkuna hjá Vága Floghavn. Talan er bæði um at víðka um hølini, samstundis sum øll skipanin til avgreiðslu av viðføri verður skift, umframt at høvið er nýtt til at bøta um hølistørvin til onnur endamál, so sum fundarhølir, skrivstovur, skiftirúm, vaskirúm og annað.  Tann parturin sum snýr seg um viðførismóttøku er nú liðugur, og í vikuni bleiv hann tikin í nýtslu.

- Hetta fer veruliga at merkjast, bæði hjá teimum ferðandi, men sanniliga eisini hjá teimum, sum hava til arbeiðis at fáa viðførið inn á bandið, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn, í viðmerking.

- Nýggja skipanin til at handfara viðførið hevur við sær, at tað verður lættari hjá starvsfólkunum at handfara viðførið, tí so at siga eingin tørvur verður á at lyfta nakað við hond.

Farstøðin hjá Vága Floghavn varð í síni tíð teknað til ein annan veruleika, nevniliga til ferðslu við flogførum, sum vóru til helvtar í stødd av teimum, ið nú verða nýtt.  Hetta merkir sum vera man, at rúm skal vera fyri dupult so nógvum ferðandi, sum koma eftir viðføri sínum. Vaksandi ferðslan um Vága Floghavn setir krøv til umstøðurnar á flogvøllinum í Vágum, og hetta er eitt stig rætta vegin.

- Í veruleikanum hava hølini verið ov trong frá byrjan, men tað hava vit bøtt um nú. Vit fara frá umleið 250 fermetrum upp á 630 fermetrar, so tey eru nú hálvatriðju ferðir upprunastøddina - ein ógvuliga stór broyting, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn.

- Nú ferðafólkatalið bæði fyrraárið og í fjør aftur var oman fyri 400.000, og nýtt met varð sett í fjør, hevur veruliga verið týðiligt, at umstøðurnar ikki vóru nøktandi.

Sum sæst á myndini er vorðið munandi meira rúmsátt rundanum bandið, og til ber at sleppa framat tí allan vegin runt, nú viðførið kemur upp úr gólvinum og á bandið innanífrá.

Tað er Articon, sum hevur staðið fyri arbeiðinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2024

19 Leygardagur 30. mars 2024

Gongur framá við Tjarnir

Nógv virksemi langt uppi í Hoyvíkshaganum

(Mynd: Articon)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Síðani apríl í fjør hevur arbeiðið at byggja nýggju stórhøllina við Tjarnir verið í gongd, og nú byrjar høllin at taka eitt skap.

Hesar myndirnar vórðu tiknar í síðstu viku.

Eftir ætlan verður høllin liðug fyrst í 2025, og ætlanin er at EM-undankappingardysturin móti Niðurlondum í mars skal spælast við Tjarnir.

Tað er Articon, sum stendur fyri arbeiðinum.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2024

20 Leygardagur 30. mars 2024

Skarv fer í søguna

Avgerð er nú tikin um, at skeinkistaðið hjá føroyingum í Keypmannahavn, letur aftur

(Savnsmynd: Edmund S. Jacobsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Síðan 1975 hevur Skarv verið skeinkistaðið hjá føroyingum í Keypmannahavn, men leygarkvøldið 18. mai hevur barrin opið fyri seinastu ferð.

Siri Thorsteinsson, sum síðan 2015 hevur rikið staðið, greiðir fyri in.fo frá, at korona, inflatión og manglandi inntøkur gera, at tað ikki ber seg longur.

Hon yvirtók skeinkistaðið eftir pápan, Dánjal Petur Thorsteinsson, sum byrjaði Skarv í 1975.

[object Object](Mynd: Skarv)

Tað verður altso 18. mai, at Skarv hevur opið fyri seinastu ferð. Tá verður nógv gjørt burturúr við móttøku um kvøldið, og út á náttina fara Jens Marni Hansen og aðrir føroyskir tónleikarar at spæla.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2024

21 Leygardagur 30. mars 2024

Mass Hoydal verður leiðari fyri Visit Runavík

Talan er um avloysarastastarv fram til 1. mai næsta ár

Mass Hoydal, her saman við borgarstjóranum í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Runavíkar býráð hevur á býráðsfundi í farnu viku tikið avgerð um at seta Mass Hoydal í fyribils starv sum leiðari fyri Visit Runavík.

Mass Hoydal, sum í løtuni stendur á odda fyri Visit Sandoy, verður leiðari fyri Visit Runavík meðan Marjun Niclasen er í farloyvi fram til 1. mai næsta ár.

Leiðarastarvið var lýst leyst at søkja í februar, og tá umsóknarfreistin var farin, vóru átta umsóknir komnar til starvið. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. apríl 2024 til 1. mai 2025.

Mass Hoydal er 47 ára gamal, og hann starvast í løtuni sum leiðari fyri Visit Sandoy. Mass Hoydal hevur fjølbroyttar starvsroyndir m.a. frá Museum Sydøstdanmark og mest er hann kendur fyri at vera verkætlanarleiðari fyri SavnsGulli, ið snýr seg um at talgilda alt útvarps- og sjónvarpssavnið hjá  Kringvarpi Føroya.

Harumframt hevur Mass royndir innan starvsfólkaleiðslu, fíggjarstýring, ferðavinnumenning og hevur megnað at leiða, skipa og føra stórar verkætlanir á mál. Mass Hoydal er útbúgvin magistari í miðaldarfornfrøði frá Lærda Háskúlanum í Århus, og hevur eisini nomið sær útbúgving í leiðslu.   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2024

22 Leygardagur 30. mars 2024

Sæunn verður stjóri í Runavík kommunu

Verður næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum og leiðari fyri miðfyrisitingini

(Mynd: Runavíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Runavíkar býráð tók á býráðsfundi í farnu viku avgerð um, at seta Sæunn Lamhauge Nolsøe í starvið sum kommunustjóri í Runavíkar kommunu.

Starvið sum kommunustjóri varð lýst leyst í januar, og tá umsóknarfreistin var farin 25. februar, vóru níggju umsøkjarar til starvið.

Sæunn Lamhauge Nolsøe er 52 ára gomul, og hon hevur HD-útbúgving í uttanríkishandli, leiðsluútbúgving og bankaútbúgving. Hon hevur drúgvar leiðsluroyndir, so sum økis- og deildarstjóri innan bankavinnuna í Føroyum og sum samskiftisstjóri í tele- og postvinnuni í Grønlandi.

Uppgávan sum kommunustjóri í Runavíkar kommunu er avbjóðandi og spennandi. Kommunustjórin hevur ein tvíbýttan leiklut sum næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum, og sum leiðari fyri miðfyrisitingini í Runavíkar kommunu, beint undir borgar­stjóranum.

Víddin í Runavíkar kommunu er stór, og í 15 bygdum – úr Æðuvík norður til Funnings – búleikast á leið 4.400 borgarar. Í miðfyri­sitingini hjá Runavíkar kommunu eru 17 starvsfólk, og samanlagt starvast umleið 250 starvsfólk hjá Runavíkar kommunu og á stovnum, sum kommunan varðar av.

Sæunn Lamhauge Nolsøe byrjar í starvinum sum kommunustjóri skjótast tilber, skrivar Runavíkar kommuna. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2024

23 Leygardagur 30. mars 2024

Silvitni vann stóran heiður í Lucca

Fingu gullheiður í báðum bólkunum tær luttóku í og bólkavinnarar í tí eina

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyska úrvalskvinnukórið, Silvitni, undir leiðslu av Cinthia Gonzalez Parada á Strondum, luttók undan páskum á altjóða kórkapping í býnum Lucca í Toscana.

Og sigast má, at tað gekst teimum avbera væl. Talan var um kappingina, sum eitur Vox Lucensis.

Tær komu heimaftur við bæði skreytprýði og skreytbløðum.

Tað eydnaðist Silvitni at verða vald millum tey seks kórini, sum sluppu at syngja í finaluni týskvøldið.

Her fingu tær harða mótstøðu, tí eitt kór úr Suðurafrika, Akustika, vísti seg at vera í einum flokki fyri seg, og tey vórðu kosin til besta kór í kappingini.

Men syngjandi kvinnurnar í Silvitni fingu so mikið góð umdømi, at tær vórðu heiðraðar við gullheiðursmerkjum í báðum bólkunum, sum tær luttóku í. Og í bólkinum kallaður ‘Chamber choirs and vocal ensembles of equal voices’ gjørdust tær bólkavinnarar. 

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2024

24 Leygardagur 30. mars 2024

Stór listaframsýning við Løkin um páskirnar

Umleið 120 listaverk verða sýnd fram í Skúlanum við Løkin í Runavík báðar páskadagarnar. NSÍ Stuðlar hava tikið stig til framsýningina, og millum listafólkini eru fleiri av okkara kendu

Nú taka NSÍ Stuðlar táttin uppaftur, og sostatt verður stór listaframsýning í Skúlanum við Løkin báðar páskadagarnar
SkrivaÐ:

Innsent

Í mong ár var listaframsýningin í Runavík fastur táttur hvørjar páskir. Tað var Lions Club Eysturoy, ið skipaði fyri í meira enn 30 ár, men seinnu árini hevur eingin framsýning verið.

Nú taka NSÍ Stuðlar táttin uppaftur, og sostatt verður stór listaframsýning í Skúlanum við Løkin báðar páskadagarnar - 31. mars og 1. apríl. Báðar dagar verður opið frá klokkan 14 til 20.

Tilsamans sýna eini 30 listafólk fram um 120 listaverk, og millum listafólkini eru so kend nøvn sum Livar Nysted, Øssur Mohr, Kári Svensson, Anna Mohr og Finnleif Mortensen.

Tá ið framsýningin letur upp páskadag klokkan 14, fer Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, at flyta fram røðu og seta framsýningina, sum eisini er søluframsýning.

Til ber eisini at vinna sær ein málning, umframt at keypa sær okkurt at drekka og til matna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2024

25 Leygardagur 30. mars 2024

Meistarar og lærisveinar sýna fram í Gøtu

Listaframsýning verður við Gøtugjógv um páskirnar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aftur hesar páskirnar letur listaframsýning upp í fimleikahøll skúlans við Gøtugjógv.

Lokal listafólk – bæði yngri og eldri – sýna fram, og høvi verður at at síggja bæði málningar og tekningar. Summi av listafólkunum hava verið við til hesa árligu páskaframsýning í mong ár, men summi sýna nú fram fyri fyrstu og aðru ferð. Og til ber at siga, at her eru bæði meistarar og lærusveinar, sum so fóru egna leið.

Listafólkini eru heili 12 í tali og tey eru: Valborg Jacobsen, Tummas Jákup Thomsen, Vár Hanusardóttir, Anja K. Jacobsen, Eivi J. K. Holm, Jensia K. Rasmussen, Maiken Joensen, Barbara Joensen, Sam Jacobsen, Oluffa K. Halgadal, Valborg K. Johannesen og Jens Klæmint Jacobsen; og tí er framsýningin sera fjølbroytt innihaldsliga.

Framsýningin verður sett páskadag kl. 16 og er opin páskadag til klokkan 20 og annan páskadag frá kl. 14 til 18.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2024

26 Leygardagur 30. mars 2024

Hava játtað stuðul til seks leiklistaverkætlanir

Talan er um samanlagt 650.000 krónur. Størsti parturin fer til Dansivirkið Riva og Trín Fram

Samansett mynd frá Minnisbrot eftir dansivirkinum Riva. Duettirnar “tveyeini” eftir Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting og “Minni: neglir klóra rygg” eftir Beini Bergssyni og Búa Rouch (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Landsstýriskvinnan við mentamálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at veita seks verkætlanum stuðul av játtanini til yrkisleiklist í 2024.

Hesum boðaði Almanna- og mentamálaráðið frá í vikuni.

Endamálið við játtanini er at menna yrkisleiklistina, og stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt  virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.

Tvær leiklistaverkætlanir fingu 150.000 krónur ella meira. Yvirlit sæst her:

Dansivirkið Riva: Kanska ein bygd, 150.000 krónur

Trín fram: Løstir - ein nýskrivaður leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið, 150.000 krónur

Det Ferösche Compagnie: Trælurin, 80.000 krónur

Opera.fo: Papageno, 70.000 krónur

Gunnvá Zachariasen: Upphav, 90.000 krónur

Leikhús Skift: Lortið út um Havnina, 70.000 krónur

Tilsamans vóru níggju umsóknir, og søkt varð um 1,7 milliónir krónur.

Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýrisfólkið sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist, upplýsir ammr.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2024

27 Leygardagur 30. mars 2024

Hitt á Glyvrum 20. apríl

Níggju ymiskir vertir á Glyvrum lata dyrnar upp til níggju tónleikabólkar og einstaklingar at framføra 18 stovukonsertir

Tiltakið tekur støði í kenda Hoyma-konseptinum, sum nú fleiri bygdir hava tikið til sín. Tær 18 konsertirnar eru lagdar soleiðis til rættis, at til ber at uppliva fleiri teirra við at flyta seg millum vertshúsini
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Lagt verður upp til inniligar tónleikaupplivingar í eygnahædd og hugnaligt túnatos, tá ið níggju ymiskir vertir á Glyvrum lata dyrnar upp til níggju tónleikabólkar og einstaklingar at framføra 18 stovukonsertir.

'Hitt á Glyvrum' verður leygarkvøldið 20. apríl og er eitt slag av upptakt til mentanarvikuna í Runavíkar kommunu 21.-28. apríl. Tiltakið tekur støði í kenda HOYMA konseptinum, sum nú fleiri bygdir hava tikið til sín. Tær 18 konsertirnar eru lagdar soleiðis til rættis, at til ber at uppliva fleiri teirra við at flyta seg millum vertshúsini.

Tey níggju tónleikanøvnini á skránni eru Lyon, Enekk, Edith & Allan, Son of Fortune, Robert McBirnie, Sámal Ravnsfjall, Signar í Homrum, Tina Mellemgaard, Die Færøsche Polkaband.

Vertirnir taka væl ímóti gestunum og skuldi verulig svongd komið á, er matvognur á staðnum, har til ber at keypa sær okkurt til matna. Kort, yvirlit, skrá og atgongumerki verða útflýggja og øll vertshúsini hava nummar og frámerki, so lætt er at finna tey nýggju ymisku stovurnar. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2024

28 Leygardagur 30. mars 2024

Urgukonsert í Hoyvíkar kirkju

Í kvøld, páskaaftan, fer Ari Hammer Joensen, sum í fjør vann fyrstu virðisløn í kappingini Stella Polaris, at hava konsert í Hoyvíkar kirkju

(Mynd: Ingi Sørensen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Páskaaftan klokkan 19 verður urgukonsert við Ari Hammer Joensen.

Konsertin verður í Hoyvíkar kirkju, sum fekk nýggja urgu fyrrárið.

Ari vann í fjør fyrstu virðisløn í kappingini Stella Polaris í bólkinum fyri ung millum 14 og 18 ár, og nú lesur hann á Kongaliga Musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn.

Skráin fyri konsertina:
1. Dietrich Buxtehude - Präludium und Fuga í D dur BuxWV 139
2. César Franck - Chorale nr. 2 í h moll
3. Johann Sebastian Bach - Toccata und Fuga í F dur BWV 540
4. Felix Mendelssohn Bartholdy - Sonate nr. 3 í A dur Opus 65 Nr. 3
I Con moto maestoso
II Andante tranquillio
5. Johann Strauss II - An der schönen blauen Donau Walzer Opus 314
Arr. Jonathan Scott

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2024

29 Leygardagur 30. mars 2024

Grønlendskur deyðsmálmur á G!

Sound of the Damned, sum fyrr hava tikið upp plátu í Føroyum, verður við á G! í summar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

G! Festivalurin kundi í vikuni avdúka, at bólkurin Sound of the Damned úr Grønlandi koma á ársins festival í Syðrugøtu. Sound of the Damned spælir deyðsmálm. Og tað, sum ger hendan bólkin púra serstakan er, at sungið og knurrað (growlað) verður á grønlendskum. Sigast má at hettar riggar avbera væl!

Bólkurin hevur vitjað í Føroyum áður, tá ið teir tóku upp plátuna "Atornerlunnanga". Hettar bleiv gjørt í Studio Bloch saman við Theodor Kapnas, kendur úr Hamferð. 

Spennandi er at fylgja við, nú eitt nýtt ættarlið tekur við hjá bróðurtjóðini fyri vestan. Ungdómurin leitar aftur til upprunan, og hettar sæst millum annað, tá ið tey fáa sær siðbundnar tattoveringar í andlitið, og tey práta heldur enskt enn danskt, tá ið tey ferðast.

G! ger klárt til at lyfta hornini! 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2024

30 Leygardagur 30. mars 2024

Brúgv nærhendis Washington fall saman

Talan kann vera um stóra vanlukku - fleiri fólk, flest vóru arbeiðsfólk, sum arbeiddu upp á brúnna, druknaðu

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Francis Scott Key brúgvin í Baltimore í statinum Maryland í USA er fallin saman eftir at farmaskip rendi inn í ein av brúgvastólpunum.

Samanstoyturin hendi týsnáttina, lokala tíð. Stutt eftir raplaði brúgvin á sjógv.

Beint eftir hendingina, var óvist hvussu nógv fólk eru rakt av hendingini. Sambært løgregluni á staðnum vóru tað fleiri akfør og fólk, sum endaðu á sjónum. Kevin Cartwright, umboð fyri sløkkiliðið á staðnum, segði við AP tíðindastovuna, at talan kann vera um stóra vanlukku.

Aftaná gjørdist greitt, at tað ikki vóru bilar á brúnni, tá skipið rendi á, og tí endaði onki akfar í ánni. Men minst átta arbeiðarar, sum arbeiddu upp á brúnna, duttu í ánna. Tveir vórðu fingnir uppaftur á lívi, meðan hinir helst eru druknaðir.

[object Object]
Brúgvin er beint norðan fyri amerikanska høvuðsstaðin, Washington D. C. (Kort: Google)

Tað var bingjuskipið Dali, sum siglir undir singaporskum flaggi, sum sigldi á brúnna. Skipið er knappar 300 metrar langt og góðar 48 metrar breitt, og var á veg úr havnini í Baltimore, tá tað knappliga skifti kós, og rendi inn í brúnna.

Francis Scott Key Bridge var gjørd úr stáli, er umleið 2,5 kilometrar long og tann longsta brúgvin har í økinum. Hon førir yvir ánna Patapsco River, og varð tikin í brúk í 1977, skrivar Ritzau.

[object Object](Mynd: BBC)

Sigldi fyri Mærsk

Skipafelagið Synergy Marine Group hevur upplýst fyri Reuters, at tað vóru tveir skiparar umborð, tá skipið, Dali, rendi á Scott Key Bridge. Felagið kundi ikki upplýsa hvør orsøkin var til samanstoytin. Ongin av manningini umborð fekk skaða í hendingini.

Skipið skuldi úr Baltimore til Colombo á Sri Lanka. Tað var á veg út úr havnini í Baltimore, tá skipið knappliga skifti kós, og rendi inn í brúnna.

Danska skipafelagið Mærsk váttaði týsdagin fyri donskum miðlum, at tað hevði chartrað Dali.

- Vit eru skelkað av tí, ið er hent í Baltimore, og okkara tankar fara til øll tey, sum eru rakt, skrivar Maersk í morgun, samstundis sum tey vátta, at Dali er fyribils leigað frá Synergy Group, og at tað er farmur hjá Mærsk, sum skipið siglir við. 



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2024

31 Leygardagur 30. mars 2024

Sorgarleikur í Ål í Noregi

Maður, kona og tvey vaksin børn funnin deyð í húsum teirra. Hildið verður, at maðurin hevur dripið familjuna og síðan seg sjálvan

(Mynd: NRK)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Løgreglan í Noregi hevur í skuldsett ein familjupápa í fimmtiárunum fyri at hava dripið konu sína og tvey vaksin børn. Maðurin doyði sjálvur fyri egnari hond í sorgarleikinum, sum hendi í bygdini Ål í Hallingdal leygardagin, skrivar NRK.

Ål er ein lítil býur, undir 5.000 íbúgvar, sum liggur í hálendinum umleið miðskeiðis millum Oslo og Bergen.

Løgreglan metir hendingina sum trý dráp og eitt sjálvmorð.

- Kanningarnar vísa, at ein kvinna og tvey vaksin børn eru skotin, og at gerningsmaðurin síðan hevur tikið sítt egna lív, sigur Ann Iren Svane Mathiassen, politiadvokatur við NRK.

Málið byrjaði við eini ‘bekymringsmelding’, sum tey kalla tað, um 15 tíðina leygardagin. Eitt av teimum deyðu fólkunum var ikki møtt til eina avtalu.

Um kvøldið fór løgreglan til bústaðin, tá tey ikki var eydnast teimum at fáa samband við fólkini í húsinum.

Á staðnum fann løgreglan fýra deyð og eitt vápn, sum verður sett í samband við hendingina. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2024

32 Leygardagur 30. mars 2024

Blýfrítt 95 til ellisakfør fæst á Argjum

Elliasakfør og skutarar kunnu nú fylla sær tangan hjá Effo á Argjum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Blýfrítt 95 til ellisakfør og eldri skutarar er nú til sølu hjá Effo á Argjum.  Hetta kann keypast á pumpu 5 og 6, og er tað frámerkt við reyðum liti.

Prísurin er 16,23 krónur fyri liturin, sum er nakað væl dýrari enn E10 bensin sum kostar 12,41 krónur liturin.

Herfyri skiftu føroysku oljufeløgini til E10 brennievni, sum øll vanlig akfør kunnu brúka. Heitið E10 vísir til mongdina av etanoli í bensininum. E10 inniheldur 10 prosent av etanoli, ið verður blandað í bensinið.

Á flestu bensinstøðunum kring landið fæst nú bert E10, men undantakið er nú Effo á Argjum, har bæði E10 og gamla blýfrítt 95 fáast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2024

33 Leygardagur 30. mars 2024

-Vit skulu brúka vitanina vit hava

- fyri at koma fram á leið at minka um okkara egna útlát, segði Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, tá hon tók samanum veðurlagsdagin í undanfarnu viku

Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni (Myndir: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað var ein fegin og vælnøgdur stjóri á Havstovuni, sum endaði og tók samanum fyrstu føroysku veðurlagsráðstevnuna í undanfarnu viku.

Marita Rasmussen helt fyri, at hetta var ein serstakur dagur, nú umboð fyri fleiri almennar stovnar høvdu havt høvi til at leggja fram nýggjastu vitanina og royndir hvør á sínum øki – við atliti til føroyska veðurlagið og veðurlagsbroytingar.

- Her hava verið góðar og spennandi framløgur og er nógv gott komið  fram um, hvat vit hava at arbeiða víðari við segði hon m.a. og helt fram:

- Frá DMI, donsku veðurlagsstovuni, fingu vit at vita, at meðalhitin um okkara leiðir er hækkaður, síðani byrjað var at gera mátingar í 1870'unum. Tað regnar meira, og sjógvurin í heimshøvunum er vorðin súrari enn áður. Vatnstøðan er hækkað 10 sentimetrar í 30 ár. Sama er hent aðrastaðni. Vit síggja eisini tekin til, at hitin í djúphavinum hækkar. Síggja eisini tendensir til at hitin á landgrunninum hækkar. Síggja eisini fleiri broytingar á landi enn fyrr eitt nú skriðulop o.l. 

[object Object]

Marita Rasmussen helt tó, at tað mest áhugaverda frá degnum er tann sannroynd, at øll tann vitanin, sum verður løgd fram, er analyserað úr longum tíðarserium, sum Umhvørvisstovan, Havstovan, Veðurstovan og onnur hava arbeitt við upp gjøgnum nógv ár. Landsverk t.d. kann vísa á tíðarseriur, sum enn eingin hevur arbeitt við í serligan mun, so har er nógv vitan at heinta. Hetta sigur okkum eisini, at vit sum stovnsleiðarar hava eina stóra uppgávu at ansa eftir, at man varðveitir hesar tíðarseriurnar í øllum hesum granskingarøkjunum. 

Hon helt tað eisini vera gott at merkja, at tað er eitt øgiligt potentiali í samstarvinum millum stovnarnar. So tað er týdningarmikið, at stovnarnir samarbeiða ein slíkan dag, soleiðis at  vit síggja týdingin av einum samstarvi frameftir eisini. So vit fáa betri grundarlag at taka tær avgerðirnar, sum politiska skipanin skal taka. 

- Her peikar alt uppeftir í skipanini, og her skal framleiðast nakað frá fyrisitingini og takast skulu avgerðir í politisku skipanini, um Føroyar skulu kunnu brúka vitanina vit hava og fyri at vit skulu koma fram á leið fyri at minka um okkara egna útlát. 

[object Object]

Umleið 150 fólk vóru við til ráðstevnuna, sum var í hølunum hjá Hotel Hafnia. Granskarar frá fleiri stovnum løgdu fram og høvi varð at seta spurningar. Stovnarnir, sum vórðu við til at leggja ráðstevnuna til rættis, vóru Havstovan, Veðurstovan, Vørn, Jarðfeingi, Landsverk, Tjóðsavnið, Hagstovan og Umhvørvisstovan.

Endamálið við ráðstevnuni var at varpa ljós á tøl og vitan, sum kunnu lýsa føroyska veðurlagið og veðurlagsbroytingar. Í hesum sambandi vórðu dátur og kanningar, sum stovnarnir varða av, løgd fram og umrøtt varð í hvønn mun tað ber til at staðfesta veðurlagsbroytingar í Føroyum.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2024

34 Leygardagur 30. mars 2024

Earth Hour: Elframleiðslan minkaði 3 MW

100 prosent grøn framleiðsla í Suðuroy og 90 prosent grøn framleiðsla í meginøkinum tíma jarðarinnar

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Árliga altjóða tiltakið Earth Hour – tími jarðarinnar – var í ár 23. mars kl. 20.30 til 21.30. Lagt verður upp til, at fólk sløkkja ljósið og eltól, og í staðin hugsavna seg um, hvat hvør í sínum lag kann gera fyri umhvørvið.

Eins og undanfarin ár heldur Sev eyga við, um framleiðslan fellur hendan tíman. Í ár vóru fólk eins røsk at sløkkja og í fjør. Elnýtslan minkaði 3 MW, sum er tað sama sum í fjør.

Higartil er 2020 tað árið, har flest sløktu. Tá minkaði framleiðslan 4,78 MW tíma jarðarinnar, sum svarar til ársnýtsluna hjá einum vanligum húsarhaldi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2024

35 Leygardagur 30. mars 2024

-Vóni at síggja Føroyar aftur á orkumessu í Stavanger

- Tað hevur verið avbera gott at hava Føroyar við á ONS messunum gjøgnum árini og vóni eg, at tit skjótt koma aftur

Leif Sevland, stjóri á ONS orkumessuni saman við forkvinnuni í "Offshore Norge", sum er arbeiðsgevarafelagið hjá norskari orkuvinnu. Bæði síggja tey fegin, at Føroyar og føroyingar aftur fara at luttaka ella vitja altjóða orkumessuna í Stavanger í august (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta sigur Leif Johan Sevland, fyrrverandi borgarstjóri í Stavanger og stjóri á ONS orkumessu-tiltakinum síðani 2012. Tá orkan.fo hitti hann á stórum orkufundi í Oslo herfyri, bað hann okkum senda eina heilsan  til føroyingar og Føroyar við vón um, at føroyingar aftur fara at venda eyguni móti søguligu orkumessuni í Stavanger, har Føroyar mangar ferðir áður hava luttikið við egnum bási og gomlu sluppini Westward Ho.

- Hetta vóru góðar tíðir fyri okkum norðmenn at uppliva hesar livandi og víðskygdu føroyingarnar, sum tá sóu fyri sær eina olju- og gassvinnu úti í havsbrúnni sigur Leif Sevland og sendir bæði núverandi og undanfarnum borgarstjórum í Havn, Heðin Mortensen og Leivi Hansen heilsan. 

[object Object]Føroyska Merkið á oljumessu í Stavanger saman við mongum øðrum tjóðum 

Hann staðfestir og viðurkennur, at føroyingar eftir so mong ár við egnum bási á ONS, brádligu tóku seg aftur, tá m.a. sera lági oljuprísurin eins og turrir brunnar tóku grundarlagið undan leiting við Føroyar, eins og føroyskar fyritøkur og myndugleikar tá eisini høvdu so nógv onnur jørn í eldinum.

Men hann ásannar samstundis, at nú eru tíðirnar aftur broyttar og vitandi, hvussu nær olju- og gassvinnan nú er við Føroyar, so ivast hann ikki í, at tað er skilagott av føroyingum at venda aftur til bæði ONS orkumessuna í Stavanger seinni í ár og fyri tað eisini til Offshore Evrope messuna í Aberdeen næsta ár, nú Noreg og Skotland eru okkara næstu grannar.

[object Object]Frá undanfarnum ONS tiltaki, har bæði løgmaður, Kaj Leo Johannesen, og Johan Dahl, vinnumálaráðharri luttóku. Her hitta teir stjóran í Statoil, Helge Lund, og Rúna M. Hansen, stjóra í Statoil í Føroyum (Mynd: Jan Müller)

Hann ivast ikki í, at føroysk luttøka á ONS kann gagna øllum pørtum.

- Hetta gongur báðar vegir. Tit hava nógv at læra okkum við tykkara góðu fólkum og handalagi og her ikki minst virðing fyri náttúrini, og vit kunnu uttan iva eisini geva tykkum íblástur, nú olja og gass eru vorðin partur av framtíðar orkumixinum, har varandi orka er vorðin drivarin. Hesi, haldi eg, eiga at kunna virka saman um at røkka grønu málunum eins og minka um útlátið av CO2. 

Sum fyrrverandi politikari i oljuhøvuðsstaðnum Stavnager veit Leif Sevland, hvat eitt orkuskifti krevur og hevur at siga.

- Her kunnu tit so sanniliga læra av okkum og vit av tykkum, nú tað frættist, hvussu frammaligar Føroyar eru í grøna orkuskiftinum. 

Hann leggur dent á, at mongu broytingarnar í kjalarvørrinum á grøna orkuskiftinum, merkja so sanniliga eisini eina orkumessu sum ONS. Ein alsamt størri partur snýr seg um varandi orkuhættir so sum vind, sól og aldu- og sjóvarfalsorku fyri bert at nevna nakrar. Alt hetta eigur eisini at vera nakað fyri føroyskar vinnulívsfyritøkur og politikarar at fáa innlit í, og her er ONS í Stavanger í august ein møguleiki.

- Tað hevði verið fantastiskt, um Føroyar aftur komu á ONS. Tit hava so nógva vitan og royndir, tit hava lætt við at skilja tað onnur arbeiða við. At kunna marknaðarføra Føroyar eins og ikki minst tann sosiala partin av øllum samstarvi haldi eg føroyingar eru í eini einastandandi hepnari støðu til at fremja.

Sjálvandi kunnu Føroyar læra nakað av ONS, men ONS kann so sanniliga eisini læra nakað av Føroyum. Bæði fólkini eru havsins fólk og hetta sæst aftur í listini og mentanunum í báðum londum, har vit líta til havs. Tit hava maritima mentan og kenna virðini í  at samstarva við náttúruna.

Leiv Sevland vísir á, at heimurin hevur framhaldandi tørv á olju og gassi og heldur, at kunnu Føroyar lata upp dyrnar fyri leiting serliga eftir gassi, tá hevði hetta verið gott fyri orkutrygdina í heiminum. -Tað er týdningarmikið, at tað eru nettupp lond, sum hava virðing fyri og samhuga við náttúruni, ið fara undir slíka vinnu. Og millum hesi teljast Føroyar.

Leif Sevland kann ikki lata vera við at virða føroyingar fyri at hava klárað seg so væl í heimshondbólti, tá tað m.a. eydnaðist at fáa javnleik móti eini av heimsins fremstu hondbóltstjóðum,  Norra. -Seta tit tykkum fyri at finna serliga gass í undirgrundini eins og vit í Norra hava gjørt tað í fimti ár, so ivist eg heldur  ikki í, at tit fyrr ella seinni fara at koma á mál og harvið geva tykkara íkast til m.a. orkutrygdina í Evropa. 

Til teirra í Føroyum, sum halda, at Føroyar skulu als ikki leita eftir olju og gassi men bara dúva uppá varandi orku, sigur Leif Sevland, at heimurin tørvar alla hesa orkuna tað verið seg bæði olju og gass eins og varandi orku og undirstrikar, at tað verður gjørt eitt stórt ítøkiligt arbeiði fyri at minka um útlátið, nakað, sum ONS ráðstevnan so sanniliga eisini fer at varpa ljós á. -Vilja føroyingar vita meira um olju og gass, um vind- og sólorku, um battaríir ol. so er at koma til ONS, tí alt hetta fara vit at umrøða í heyst. Messan letur upp 26. august. 

[object Object]Poul Michelsen, landsstýrismaður við vinnumálum, her á oljumessu saman við umboðum frá Jarðfeingi, Vinnuhúsi og føroyskum fyritøkum (Mynd: Jan Müller)


Høvuðsmálið á ONS hesaferð, leggur  stjórin aftrat, er at síggja møguleikarnar innan framtíðar orkumenningina. -Vit liva í eini óhugaligari verð í løtuni, tí er málið, skulu vit koma víðari, at síggja møguleikarnar heldur enn forðingarnar. Og her heldur hann komandi útbyggingin av Rosebank kelduni tætt við føroyska markið, avgjørt verða ein  møguleika hjá føroyingum eisini at fáa nakað burturúr. Henda kann vera við til at seta nógvar ringar í sjógvin sigur ONS stjórin og Føroyavinurin Leif Sevland við orkan.fo.

[object Object]Stjórin í FOÍB, Jan Müller handar forkvinnuni í Offshore Norge, Hildeguinn Blindheim tilfar um Føroyar m.a. í orkuhøpi. 

Leif Sevland er ikki einsamallur um at bjóða Føroyum og føroyingum at vitja norska orkuumhvørvið í Stavanger í heyst. Stjórin í Offshore Norge, Hildegunn Blindheim (systurfelag hjá Føroya Orkuídnaðarbólki), sigur seg eisini vóna at síggja føroyingar í Stavanger í august um tað mundið, tá ONS verður hildið.

Hon heldur vit sum brøðratjóðir hava nógv at kunna læra av hvørjum øðrum í hesum avbjóðandi orkutíðum. Eisini hon heldur rætta høvi er at síggja møguleikar heldur enn forðingar í teimum so týðandi orkumálunum. 

Á ársfundinum hjá stóra norska vinnulívsfelagnum í Oslo herfyri nýtti stjórin í FOÍB, Jan Müller, høvið til at vitja á skrivstovuni hjá Offshore Norge í Oslo og har m.a. kunna um, hvat hendir á orkuøkinum í Føroyum eins og at menna samstarvið millum systurfeløgini.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2024

36 Leygardagur 30. mars 2024

Danir vóru sum væntað omaná í Brøndby

Eitt mál í fyrra hálvleiki og eitt mál í øðrum hálvleiki, men Føroyar kundu javnað stutt fyri steðgin í sínari bestu løtu í dystinum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Keypmannahavn, Danmark (Portalurin): Ein marrubyrjan har Føroyar komu undir trýst, og sum so góvu Danmark eitt mál eftir sjey minuttir.

Hetta kundi knekka liðið, sum hevði sínar avbjóðingar í 2023, men Føroyar reistu seg væl gjøgnum dystin og fingið rímiliga væl burturúr í Brøndby, har nógvir við rímiliga fáum landsdystum fingu roynt seg. "Úttrykkið" var eisini rímiliga álopskent til tíðir í tunga útidystinum á tunga grasinum.

Gunnar Vatnhamar noyðist at taka fyrsta málið á seg. Leirvíkingurin spældi bóltin beint til Anders Dreyer, sum var í føroyska brotsteigum í høgum trýsti. Hann fann skjótt Pierre-Emile Højbjerg, sum ótarnaður kundi seta bóltin trygt í føroyska málið: Ein føroysk gáva til vertirnar.

Mattias Lamhauge hevði annars nakrar stórbjargingar í hálvleikinum, ið hildu Føroyum inni, og so líðanid fekk føroyska liðið meira sjálvsálit. Man bjóðaði av við bóltinum og fekk eisini stressað danska liðið høgt nakrar ferðir. Hetta gav nakrar góðar støður, og stutt fyri hálvleik var ógvuliga nær við, at Sølvi Vatnhamar fekk prikað bóltin í danska málið: Royndi revurin kom ímillum bakk og málverja, fekk fótin á bóltin, men Victor Nelsson bjargaði støðuni á mállinjuni. Miðverjin hevði part av arminum á, men ikki nóg mikið til at VAR gav brotsspark.

Eriksen økti

Tað gav ístaðin mál í 54. minutti, tá innskifti Christian Eriksen fann innskifta Mohammed Daramy. Eriksen var júst í lógligari støðu - føroyska verjan var ikki heilt í rættari støðu.

[object Object]
Andrass Johansen og Pierre Emile Højbjerg í nærdysti (Mynd: EPA)

Tað gekk annars heilt væl hjá Andriasi Edmundssyni, sum helst var besti føroyingur. Hanus Sørensen spældi seg eisini inn í hitan við avrikinum á høgra bakki. Mads Boe Mikkelsen kom væl inn og vann bóltin tvær ferðir høgt; Hetta leiddi til tveir skotmøguleikar, og bæði Pætur Petersen og Gunnar Vatnhamar vóru nær við.

Sum heild skaptu Føroyar fleiri brúkiligar støður móti einum donskum liðið, sum gamaní manglar nógvar profilar, men har spælararnir eru á heilt høgum stigi, samanborið við teir flestu hjá Føroyum. Til tíðir líktist tað ordliga einum venjingardysti, men í 2-0 dystinum í kuldanum í Brøndby kundi føroyska venjaratoymi finna nógv ymiskt: Bæði viðurskifti ið skulu skeprast men eisini ymiskt sum byggjast kann uppá til seinni í ár.

Næsta uppgávan er Baltic Cup í juni - hetta er venjingarkapping móti baltisku londunum. Nations League er í heyst.

[object Object]Daramy leggur Danmark framum 2-0 (Mynd: EPA)

Týsdagur 26. mars, vindardystur á Brøndby Stadion

Danmark - Føroyar 2-0 (1-0)
08' 1-0: Pierre Emile Højbjerg
52' 2-0: Mohammed Daramy

Føroyar (4-5-1): Mattias Lamhauge - Hanus Sørensen, Hørður Askham (80' Magnus Egilsson), Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen - René Shaki Joensen (70' Hannes Agnarsson), Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar (80' Andrass Johansen), Brandur Hendriksson Olsen (60' Mads Boe Mikkelsen), Adrian Justinussen (46' Petur Knudsen) - Jóan Símun Edmundsson (70' Pætur Petersen).


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2024

37 Leygardagur 30. mars 2024

Andrias: - Fái nú víst hvat eg kann

- Fleiri skandinavisk feløg vrakaðu meg síðsta summar, men eg havi fingið álit á landsliðnum, og royni at vísa og nýta mínar dygdir, sigur 23-ára gamli miðvejrin eftir enn eitt sannførandi avrik

Andrias Edmundsson vinnur nærdyst í Noreg í november. Týskvøldið spældi høgi toftamaðurin sín fimta dyst á rað í føroysku miðverjuni, og vísti seg væl fram. Andrias spælir til dagliga í polskum fótbólti (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Haldi avgjørt at eg fekk víst, hvat eg kann. Fekk bæði víst meg væl fram - millum annað við bóltinum - men eisini sæð hvat eg kann gera uppaftur betri. Onkutíð tá nógvar renningar koma rundanum meg, so skal eg vera eitt lítið sindur skjótari á fótunum.

Hann er erligur - torir bæði at seta orð á sínar dygdir, sum komu til sjóndar aftur móti Danmark, og at vera sjálvsatfinningarsamur og vísa á hvat arbeiðast skal við.

Andrias Edmundsson er 23-ára gamal, og hevur seinastu mongu árini spælt fótbólt uttanlands. Fyrst í Sunderland á hægsta ungdómsstigi í Ongland, síðani vaksnamannafótbólti í Águilas, ið er í lægru sponsku deildunum, og nú í triðbestu pólsku deildini.

Har roynir siðiligi toftamaðurin at menna seg og flyta upp við MKS Chojniczanka Chojnice. Tað er framvegis møguleiki fyri tí, nú níggju umfør resta í. Talan er um eitt lið við yrkisspælarum, góðum umstøðum og høgum ætlanum. Andrias ætlar eisini at spæla á hægri stigi skjótt, og landsliðið er ein góður sýnisgluggi til tess. Tað er tó eitt hart stríð í yrkisfóbólti, viðurkennir føroyski miðverjin í viðtalu við Brøndby Stadion.

- Eg veit, at tað er ikki bara-bara at flyta seg hægri uppeftir. Eg bjóðaði meg fram hjá fleiri feløgum í summar, men eingin vildi hava meg tá, og man varð vrakaður ofta. Síðani havi eg tó víst meg fram, og so fáa vit at síggja.

[object Object]
Nummar 14 hjá Føroyum var helst tann besti hjá Føroyum. Andrias Edmundsson, ið her bakkar liðformannin Viljorm Davidsen upp, vann nógvar nærdystir og sá út til at trívast móti dønum (Mynd: EPA)

[object Object]Eins og eldri beiggin, Jóan Símun Edmundsson, fór Andrias tíðliga til Onglands at royna seg og hevur hann valt eina yrkisleið uttanlands. Skaðar hava eisini órógvað yngra beiggjan nakað, og tað kann vera trupult at finna røttu hilluna (Mynd: EPA)

Danski viðmerkjarin Morten Bruun staðfesti, at høgi miðverjin hjá Føroyum var avgjørt ein, ið summi Superliga-feløg burdu hugt nærri eftir. So gott var avrikið hjá Andriasi Edmundsson í 2-0 tapinum í gjár. Hetta var sjeyndi A-landsdystur hjá 1,93 metra høga miðverjanum og tann fimmti á rað. Allir hava verið frá byrjan

Andrias Edmundsson spældi 90 minuttir móti bæði Liktinstein og Danmark. Viðleikarar og landsliðsvenjari róstu eisini hansara avrikið móti sterku dønunum, og so sannførandi var verjuspælarin, at hann varð valdur dagsins spælari millum brúkarar hjá Portalinum í beinleiðis blogginum.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2024

38 Leygardagur 30. mars 2024

Adrian og Pætur fegnast um fyrstu landsliðsmálini

25-ára gomlu álopskendu spælararnir eru samdir um, at Føroyar høvdu fult tamarhald á dystinum móti Liktinstein farna fríggjadag

- Alt í alt spældu vit væl, skaptu nógvar møguleikar og skora nógv mál, so tað er super(..) Tað var ein fantastisk kensla at fáa mítt fyrsta landsliðsmál, sigur Adrian Justinussen (Mynd: fsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska A-landsliðið við monnum vann farna fríggjadag 4-0 á Liktinstein í ársins fyrsta dysti. 

Venjingardystur
Marbella, fríggjadgin 22. mars
Føroyar - Liktinstein 4-0 (2-0)
03' Pætur Petersen (Jóan Símun Edmundsson) 1-0
45 (+1)' Pætur Petersen (Jóan Símun Edmundsson) 2-0
49' Adrian Rúnason Justinussen (Brandur Hendriksson Olsen) 3-0
90 (+2)' Arnbjørn Svensson (Andrias Edmundsson) 4-0

Les eisini:bl 
Føroyar vóru sannførandi í ársins fyrsta dysti

Tað var sostatt talan um spildurnýggir málskjúttar í A-landsliðshøpi. Miðlamaðurin hjá FSF, Hans Erik Danielsen, fekk orðið á tveir teirra á vøllinum í Marbella í fríggjakvøldið. Teir søgdu millum annað hetta: 

Adrian Justinussen: - Vit sótu fullkomiliga á dystinum. Alt í alt spæla vit væl, skapa nógvar møguleikar og skora nógv mál, so tað er super. Tað er ein fantastisk kensla at fáa mítt fyrsta landsliðsmál (...).

[object Object]
Tað kann gerast vandamikið, tá Adrian ger seg til reiðar við frísparki. Vongurin hevði eisini tvær rímiliga góðar royndir úr stórari fjarstøðu móti Liktinstein (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Pætur Petersen: - Vit vóru nógv betri í kvøld (fríggjakvøldið, -red.) og kundu kanska fingið fleiri mál. Fyri meg var tað stuttligt at fáa míni fyrstu landsliðsmál.

Um 2-0 málið: 

- Jóan Símun og eg høvdu gott samstarv á Akureyri, og hann fekk prikað bóltin til mín eftir gott álop, og so fái eg gjørt arbeiði liðugt.

[object Object]
Pætur Petersen fegnast saman við Jóan Símuni Edmundsson, sum legði upp til bæði málini honum. Teir spældu saman í Íslandi í seinnu hálvu í fjør (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2024

39 Leygardagur 30. mars 2024

Betrideildin hjá monnum fer á rull aftur 2. páskadag

Annan páskadag eru fýra dystir í triðja umfari á skránni. Tann seinasti dysturin í umfarinum verður spældur í Sørvági týskvøldið

Klæmint Andrasson Olsen og NSÍ vitja í Klaksvík, har KÍ tekur ímóti. Odmar Færø er í løtuni ein av skaddu spælarunum hjá føroyameistarunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vanliga er landskappingarfótbóltur ella steypafótbóltur í Føroyum skírisdag. Men orsakað av at landsliðssteðgur júst hevur verið, so var ongin fótbóltur hósdagin.

2. páskadag rullar so bólturin aftur í Betrideildini hjá monnum. Fýra dystir í 3. umfari eru skránni 1. apríl. Tveir byrja klokkan 15 - í Klaksvík og í Gundadali - og klokkan 17 verður bríkslað í gongd á Skála og í Sarpugerði.

Seinasti dysturin í umfarinum verður spældir í Sørvági týskvøldið, tá EB/Streymur vitjar.

Mánadagin kl. 15: KÍ - NSÍ
Mánadagin kl. 15: HB - ÍF
Mánadagin kl. 17: Víkingur - B68
Mánadagin kl. 17: Skála ÍF - B36
Týsdagin kl. 18: 07 Vestur - EB/Streymur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2024

40 Leygardagur 30. mars 2024

U17: Føroyar vunnu flottan sigur á Rumenia

Sannførandi 3-1 sigur á Tórsvølli leygarkvøldið. Føroysku U17-genturnar gjørdu bart seinastu dagarnar á Tórsvølli og vunnið B-undankappingarbólkin. Harvið er EM-pláss uppá spæl í vetur

Brá Zakarisardóttir, Leona Kjærbæk Djurhuus og Silja Ragnarsdóttir Trier skoraðu føroysku málini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar høvdu heimavallarfyrimunin í hesum undankappingarbólkinum, og gjørdu sær eisini dælt av hesum, hóast byrjanin ikki var tann besta (1-2 móti Lettlandi).

Bæði mikudagin í síðstu viku og leygardagin vunnu føroysku U17-genturnar sum so sannførandi; við góðum spæli, støðufestum verjuparti og skerpni framman fyri mótsstøðumálinum,

Í avgerandi dystinum leygardagin skoraði Brá Zakariasdóttir til 1-0 eftir eitt korter. Skjótt føroyskt spæl: Silja Trier út til Ednu Dalheim í høgru, og eitt hart og gott innlegg inn í vandamikla økið, har Brá var til reiðar at beina bóltin í rumenska málið. Líkitskt nógv 1-0 málinum frá dystinum móti Georgia, og triðja málið hjá Brá í kappingini.

[object Object]
Silja Trier (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar vóru meira vandamiklar, hóast Rumenia hevði bóltin meira í 1. hálvleiki, og í yvirtíðini økti vælspælandi miðverjin, Leona Kjærbæk Djurhuus úr Vági, tá hon var á rætta staðnum eftir horna úr vinstru.

Silja Ragnarsdóttir Trier hevði verið við í hinum báðum málunum, og seint í dystinum sendi Eydna hana væl avstað í høgru. Silja sneiddi málverjan, ið var komin langt út, snilt av og rullaði bóltin í rumenska málið til 3-0.

Føroyska liðið hevði fult tamarhald á dystinum so at siga allan vegin. Rumenia fekk eitt troystarmál til seianst, men flottur sigur móti liðnum, sum í fjør spældu millum tey allarbestu í Evropa.

Tað skulu Føroyar í november, tí við sigrinum vunnu Føroyar bólkin - betri innanhýsis enn Rumenia og Lettland samanlagt - og flyta harvið upp í A-bólkin til næstu ferð. Hetta veðrur sum skilst í november, tá føroyska U17-landsliðið við gentum skal spæla um pláss í einum EM-endaspælinum.

Hetta er lutfalsliga nýggj skipan hjá UEFA, og tað at U17 gentur, sum eisini stóðu seg væl í fjør, nú hava vunnið seg eitt stig upp, er flott. Tað kann eisini verða eitt týðandi stig fyri føroyskan kvinnufótbólt.

Fleiri myndir her

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

U17 gentur, 3. umfar í bólki B3- undankappingini
Leygardagin 23. mars á Tórsvølli

Føroyar – Rumenia 3-1 (2-0)
16' Brá Zakarisardóttir (Eydna Dalheim Olsen) 1-0
45' Leona Kjærbæk Djurhuus (Silja Ragnarsdóttir Trier) 2-0
83' Silja Ragnarsdóttir Trier (Eydna Dalheim Olsen) 3-0
90 (+2)' 3-1 Giulia Sipos

Georgia – Lettland 0-4

Endaliga støðan:
1. Føroyar 6 stig
2. Lettland 6 stig
3. Rumenia 6 stig
4. Georgia 0 stig

Føroyar vóru best innanhýsis av teimum trimum liðunum við 6 stigum

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar: Rannvá við Streym - Rósa Reginsdóttir, Marta Østerø, Leona Kjærbæk Djurhuus, Helga Mikkelsen - Sofía Ejdesgaard Hansen (72'Bára Tórálvsdóttir Poulsen), Jakobina Bergsdóttir - Eydna Olsen Dalheim, Silja Ragnarsdóttir Trier (83' Birita Mohr), Maria Ejdesgaard Hansen (61' Alda Petersen) - Brá Zakariasardóttir (72' Lý Gray Djurhuus)

Ingrið Berg Rasmussen, Halla Morgan Ejdesgaard og Sólja Vinjardsdóttir Johansen hava eisini spælt stóran leiklut undir kappingini.

Høvuðsvenjari: Eyðvør Jakobsen. 
Hjálparvenjari: Sigtór Petersen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2024

41 Leygardagur 30. mars 2024

Venjarin: Hetta er ringt at seta orð á

Høvuðsvenjarin hjá U17-gentunum, Eyðvør Jakobsen, stórfegnast um stuðulin og úrsltiini seinastu dagarnar. Føroyar vunnu bólkin og skulu spæla A-undankapping í november

Eyðvør Jakobsen saman við hjálparvenjaranum, Sigtóri Petersen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Ja, hvat skal man siga…? Hetta er ringt at seta orð á. Eg haldi at genturnar tóku øll á bóli við hesum fantastiska avrikinum. Vit vónaðu at fáa eitt gott úrslit, og trúðu sjálvandi upp á møguleikan. Men hetta bleiv næstan eitt sindur meir, enn vit veruliga tordu at trúgva upp á.

Soleiðis sigur Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, við heimasíðuna hjá FSF. Hetta í samband við, at liðið ið ikki gjørdi mætari enn at vinna bólkin í EM-undankappingini, sum í farnu vikun var í Føroyum.

Føroyar vunnu bólkin, har Georgia, Lettland og Rumenia vóru við. Fyrsti dysturin móti Lettlandi endaði við tapi, men síðani vann føroyska liðið 2-0 á Georgia og 3-1 á Rumenia, ið áðrenn kappingina var mett sum sterkasta landið í bólkinum.

[object Object]
Silja Ragnarsdóttir Trier og Brá Zakariasardóttir fegnast um fyrsta málið móti Rumenia (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá dystinum HER

Rumenia spældi í fjør í A-bólkinum, har EM-pláss eru upp á spæl, og tað skulu Føroyar í vetur. Hetta tí at føroyska liðið vísti styrki og var best innanhýsis 

– Eg haldi at okkara gentur lyftu seg upp á eitt hægri stig sum kappingin leið, og tað verður spennandi at fylgja teimum í framtíðini. At spæla á heimavølli og fáa so góðan stuðul frá áskoðarunum var eisini heilt fantastiskt, so ein stór tøkk til tey, og til fyriskipararnar av kappingini, sum eydnaðist sera væl, sigur Eyðvør Jakobsen at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2024

42 Leygardagur 30. mars 2024

KÍ vann stórsteypið hjá kvinnum

2-1 til KÍ í síðsta dystinum áðrenn landskappingin fór í gongd

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kvinnurnar hjá KÍ og NSÍ brustu sunnudagin saman á Tórsvølli í ársins stórsteypadysti. Klaksvíkskvinnur vunnu 2-1 og øll málini komu í fyrra hálvleiki.

Føroyameistararnir frá í fjør, KÍ, fingu eina góða byrjan móti steypavinnarunum, og longu í fimta minutti legði Eyðvør Klakstein tær bláu á odda.

Tá góður hálvur tími var leiktur, javnaði Sjarlotta E. Joensen fyri NSÍ. Beint fyri hálvleik var Eyðvør Klakstein aftur uppá spæl, og legði KÍ á odda 2-1.

Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum til tíðir var javnur. KÍ var kortini betra liðið stóran part av dystinum, og var hepni við teimum, kundu fleiri mál verið komin í seinna hálvleiki.

KÍ kv. - NSÍ kv. 2-1 (2-1)
05' Eyðvør Klakstein 1-0
31' Sjarlotta E. Joensen 1-1
44' Eyðvør Klakstein 2-1

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2024

43 Leygardagur 30. mars 2024

Málveitsla í Runavík

NSÍ vann 7-0 á Skála ÍF, sum fyri fyrstu ferð í nógv ár stendur á egnum beinum í bestu kvinnudeildini

Heidi Sevdal gjørdi hattrikk í 7-0 sigrinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Betri deildin hjá kvinnum varð skotin í gongd við einari málveitslu við Løkin í Runavík mikukvøldið.

NSÍ tók ímóti grannunum av vestara armi á Skálafjørðinum, og sendi skálakvinnur heimaftur við 7-0 tapi.

Helga Mikkelsen legði NSÍ á odda í sjeynda minutti og skoraði harvið ársins fyrsta mál. Heidi Sevdal skeyt tey næstu tvey málini fyri runavíkskvinnur áðrenn liðini høvdu ein steðg. Í seinna hálvleiki sluppu Sjarlotta E. Joensen og Lena Olsen upp í part við ávikavist einum og tveimum málum, áðrenn Heidi Sevdal setti punktum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat og skeyt hattrikk.

Sostatt var 7-0 tap ein veruleiki hjá skálakvinnum, sum eftir nógv ár í samstarvi við EB/Streym, nú standa á egnum beinum í bestu kvinnudeildini.

Hinir dystirnir í 1. umfari í Betri deildini við kvinnum verða spældir soleiðis:

Leygardagin kl. 12.15: HB - Víkingur
Leygardagin kl. 14.45: B36 - KÍ
Mánadagin kl. 15: TB/FCS/Royn - FC Hoyvík


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2024

44 Leygardagur 30. mars 2024

Ævintýrið hjá Jóhonnu og teimum av á hesum sinni

18 ára gamla stórtalentið úr Hoyvík spældi aftur fullan dyst móti PSG skíriskvøld. Fronsku kvinnurnar vunnu samanlagt 5-1 í fjórðingsfinalunum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jóhanna Fossdalsá Sørensen og hennara lið, svenska Häcken spældu skíriskvøld seinnu fjórðingsfinaluna í Champions League móti franska PSG. Úrslitið gjørdist 3-0 til PSG, sum vann seg víðari við samlaðum 5-1 sigri.

Í fyrra dystinum, sum varð leiktur á heimavøllinum hjá Häcken í Göteborg, gjørdist úrslitið 2-1, og tí var alt opið til seinna dystin, sum varð leiktur á Parc des Princes í Paris.

18 ára gamla Jóhanna Fossdalsá Sørensen spældi aftur fullan dyst.

Stórtalentið úr Hoyvík kann skriva sær hesar stóru dystirnar á sítt lívsrensl, men Champions League-ævintýrið hjá Häcken er altso av á hesum sinni.

Jóhanna Fossdalsá fekk herfyri sínar fyrstu minuttir á danska A-landsliðnum. Tað var í einum venjingardysti móti Eysturríki.

[object Object](Mynd: BK Häcken)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2024

45 Leygardagur 30. mars 2024

Íslendingar gjørdust ov stuttir

Vóru annars á odda, men Mudryk sendi Ukraina til EM-endaspælið. Georgia skal við fyri fyrstu ferð, og Poland, sum Føroyar vóru í bólki saman við, vunnu eisini - uppá brotsspørk

Tað rakk ikki hesaferð hjá okkara grannum fyri vestan (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Týskvøldið gjørdist endaliga greitt, hvørji lond fingu tey seinastu atgongumerkini til EM-endaspælið í Týsklandi, ið verður í juni og juli. Sum væntað gjørdist tað tætt í teimum trimum playoff-finalunum:

Ukraina - Ísland 2-1 (0-1)
Wales - Pólland 4-5 (Eftir brotsspørk)
Georgia - Grikkaland 4-2 (Eftir brotsspørk)

Albert Guðmundsson, ið skoraði hattrikk í hálvfinaluni móti Ísrael, legði Ísland á odda í Wroclaw, men eftir steðgin svaraði Ukraina aftur. Viktor Tsygankov javnaði í 54. minutti, og sjey minuttir fyri leiklok avgjørdi Mykhailo Mudryk úr Chelsea.

Stór frøi á ukrainum, sum aftur skulu til eitt EM-endaspæl, og harmljóð í Íslandi: Teir vóru júst ov stuttir til sítt EM-endaspæl nummar tvey.

Georgia skal við til eitt A-endaspæl í fótbólti fyri fyrstu ferð. Liðið hevur staðið seg væl seinni árini, og í play-off finaluni á heimavølli móti Grikkalandi, bar tað á mál hjá eysturevropeiska landinum. Neyðugt varð við brotssparkskapping, og har vóru georgisku skjúttarnir kaldari og málverjin stinnari. Sigurin útloysti stóra veitslu á leikvøllinum og í landinum.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object]

Í Cardiff gjørdist eisini neyðugt við brotssparkskapping. Wales skuldi royna at vinna seg til sítt triðja endaspæl á rað. Hesaferð var tað uttan Gareth Bale, og eitt brent bortsspark kostaði.

Polendingar vóru eirindaleysur, og liðið sum Føroyar vóru í bólki við í undankappingini í fjør, skulu til Týsklands í summar við Robert Lewandowski á odda.

[object Object]
Poland vann 2-0 í báðum dystunum móti Føroyum í heyst (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Harvið er tað nú endaliga greitt, at bólkarnir í EM-endaspælinum fara at síggja soleiðis út: 

Bólkur A:
Týskland
Skotland
Ungarn
Sveis

Bólkur B:
Spania
Kroatia
Italia 
Albania

Bólkur C:
Slovenia
Danmark
Serbia
Ongland

Bólkur D:
Pólland 
Niðurlond
Eysturríki
Frakland

Bólkur E:
Belgia
Slovakia
Rumenia
Ukraina

Bólkur F:
Turkaland 
Georgia
Portugal 
Kekkia

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2024

46 Leygardagur 30. mars 2024

Pauli skal spæla í verndarbrillum framyvir

Føroyski landsliðsmálverjin hevur fingið skaða í eygað, og neyðugt varð við bráfeingis skurðviðgerð á nethinnuna. Pauli Jacobsen kann tó venja hondbólt aftur skjótt - við ávísum fyrivarni

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er ikki heilt vandaleyst at íðka ítrótt, og at stilla seg í málið í hondbólti krevur nakað av dirvi: Serliga á hægsta stigi tá tað gongur skjótt, og skotini eru heilt hørð.

Hetta hevur Pauli Jacobsen sannað nakrar ferðir. 21-ára gamli hoyvíkingurin hevur millum annað verið raktur av heilaskjálvta, tí ein bóltur er komin í høvdið.

Í venjing hjá HØJ í Keypmannahav herfyri varð Pauli raktur í annað eyga, og tað gjørdist skjótt greitt, at høgra eyga hevði fingið veruligan skaða.

Neyðugt varð ikki bert hjá Paula Jacobsen at seta seg útum eina løtu: Málverjin skuldi skurðviðgerast bráfeingis: Ørsøkin var, at ein riva var í nethinnuni, sum eisini var loysna nakað, fáa vit upplýst. Harvið var talan um ógvuliga álvarsaman skaða.

Tað sæst eisini á myndini niðanfyri, sum varð tikin, tá landsliðið var savnað fyri tveimum vikum síðani. 

[object Object]
Vælnøgdur, hóast hann ikki kundi venja saman við landsliðsliðfeløgunum, og hóast neyðugt var við skurðviðger stutt frammanundan (Savnsmynd Sverri Egholm)

Pauli Jacobsen fekk ikki vant, tá landsliðið var savnað í Føroyum frá 11. til 15. mars. Eygað skuldi lekjast. Nú hevur hann verið til nærri kanningar, og boðini eru eftir umstøðunum góð: 

Pauli lýsir seg tó í løtuni at vera nærsýntan, og tað er honum álagt at spæla í verndarbrillum framyvir.

Portalurin hevur tosað við landsliðsmálverjan, sum var við gott mót. Hann sigur, at man sjálvandi skal venja seg við hetta, men at tað ikki burdi forða honum í at spælt hondbólt á høgum stigi.

[object Object]
Pauli Jacobsen takkar føroysku fjepparunum saman við millum annað Róa Ellefsen á Skipagøtu í Berlin. Næstu ferð føroyski málverjin verður at síggja við vøllinum, hevur hann verndarbrillur á (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Læknar hava eisini givið grønt ljós, so at Pauli Jacobsen kann venja hondbólt aftur heilt skjótt. HM play-off dystirnir móti Norðurmakedónia í mai burdi tískil ikki verið í vanda, tó at fyrivarni skal takast við hvussu uppvenjing og tilvenjing við verndarbrillunum ganga hjá unga málverjanum.

Eingin skaði er í høvdinum vegna óhepna skotið. Tó kann Pauli hava mist part av sínari sjón í høgra eyga:

- Tað kunnu ganga 3-6 mánaðir, áðrenn sjónin er blivin so optimal, sum hon verður aftur. Tá veit eg, um eg havi mist nakað av sjónini, sigur landsliðsmálverjin til endans við Portalin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2024

47 Leygardagur 30. mars 2024

Áhugi er fyri Teis úr Týsklandi

Í øllum førum eitt Bundesliga-felag vil gjarna hava fatur á sterka føroyska strikuspælaranum, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Hetta hevur Portalurin fingið váttað

Teis Horn Rasmussen vísti seg væl fram til EM-endaspælið í Týsklandi í januar. Hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum í Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Summir føroyskir landsliðsspælarar fara at skifta felag í summar, og spurningurin er um Teis Horn Rasmussen er ein teirra. 

27-ára gamli strikuspælarin hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við Aarhus HC, sum hann hevur spælt hetta kappingarárið. Tað er tó ymiskt, ið bendir á, at Teis kann taka fetið frá næstbestu donsku deildina og nakað hægri upp.

Portalurin hevur fingið upplýst frá fleiri góðum keldum, at minst eitt felag í Bundesliguni er áhugað í Teis Horn Rasmussen.

Fremsta týska deildin er tann fremsta av øllum í Evropa, og har spæla longu fleiri føroyingar. 

Summar leysasøgur siga, at talan er um HSG Wetzlar, sum í løtuni er á 11. plássið í deildini, sum telur 18 lið. Hetta hava vit tó ikki fingið váttað - og heldur ikki hvussu nær við tað er, at ein avtala verður gjørd.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. mars 2024

48 Leygardagur 30. mars 2024

Vilhelm Poulsen skiftir helst felag í summar

Áhugi er fyri føroyska landsliðsbakkinum ymsastaðni frá. Lemvig-Thyborøn, liðið hjá Vilhelmi, er júst flutt niður úr bestu donski deildini

Portalurin hevur verið í samband við føroyska landsliðsbakkin, sum váttar, at áhugi er fyri honum ymsastaðni frá. Her er talan um feløg úr Danmark og úr øðrum londum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Leygardagin varð niðurflytingin hjá Lemvig-Thyborøn staðfest við tapi í Aalborg. 

Hetta kappingarárið hevur Vilhelm Poulsen verið einasti føroyingur í fremstu donsku mansdeildini. Næsta ár verður hann ikki at síggja har við Lemvig-Thyborøn, men niðurflytingin nýtist ikki at merkja, at Vilhelm ikki fer at spæla á slíkum stigi.

Portalurin hevur verið í samband við føroyska landsliðsbakkin, sum váttar, at áhugi er fyri honum ymsastaðni frá. Her er talan um feløg úr Danmark og úr øðrum londum.

Vilhelm kann tí ikki siga meira ítøkiligt nú, men alt bendir á, at 24-ára gamli hoyvíkingurin fer at skifta felag skjótt.

Persónliga var talan um eitt fínt kappingarár hjá Vilhelmi Poulsen. Hann hevur nú verið skaðafríur og vísti seg heilt væl fram til EM-endaspælið í januar: Serliga sum verjuspælari og millum annað hansara evni at dekka "2'ari" vekja áhuga.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2024

49 Leygardagur 30. mars 2024

Nú nærkast av álvara til avgerandi vikuna

Mikukvøldið 3. apríl tekur føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti móti svenska oddaliðnum - heilt avgerandi dysturin verður í Íslandi sunnudagin 7. apríl

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað snýr seg um at hava eina samlaða góða málúrttøku, og um tað eydnast at fáa stig Í Íslandi, so burdi EM-plássið verið tryggjað.

At fáa stig móti Svøríki er ógvuliga ósannlíkt, hóast Svøríki hevur vunnið bólkin, tað er á heimavølli, og millum annað verður stjørnan Jamina Roberts ikki við. Føroyar taptu við 17 málum í Svøríki í oktober - hóast okkara vóru væl við tað mesta av fyrra hálvleiki.

Unga liðið er í menning og bjóðaði av álvara Íslandi av í fjør. Tá kostaðu brend skot av serliga vongplássunum, og Ísland vann við fimm málum á Hálsi. Føroyar kunnu tó allarhelst spæla upp við Ísland komandi vikuskiftið, um man rakar upp ímóti sínum topp-stigi. Ísland verður eisini sína størstu stjørnu fyriuttan: Sandra Erlingsdóttir er við barn.

Hóast eitt stig ella enntá ein føroyskur sigur í Hafnarfirði møguliga ikki er nóg mikið at fáa 2. plássið, so burdi tað verið nóg mikið til at gerast ein av teimum fýra bestu trý'arunum: Og fýra teir bestu trý'ararnir í undankappingini koma víðari til EM-endaspælið í desember.

[object Object]
Teir bestu trý'ararnir í løtuni - bert úrslit móti nummar eitt og tvey í bólkinum telja í hesum roknistykkinum

Í løtuni eru Føroyar á 2. plássi í bólkinum, men Ísland yvirhálar helst mikudagin, tá liðið vitjar í Luksemborg. Føroyar vildu verið betri trý'ari enn øll uttan Serbia og Portugal nú, so man er í góðari støðu. Um tað ikki eydnast at fáa stig móti Svøríki ella Íslandi, so telur hvørt mál.

Føroyska liðið verður av álvara savnað 2. páskamorgun og hevur nakrar venjingar saman áðrenn dystin á Hálsi mikukvøldið klokkan 19.

Undankappingin til EM 2024, bólkur 7

Støðan eftir 4 umfør:
Svøríki 8 stig *
Føroyar 4 stig
Ísland 4 stig
Luksemborg 0 stig
*Víðari til EM

5. umfar - mikudagin 3/4
(Kl. 19.00): Føroyar - Svøriki
Luksemborg - Ísland

6. umfar - sunnudagin 7/4
(Kl. 18.00): Ísland - Føroyar
Svøríki - Luksemborg

Nummar eitt og tvey koma víðari. Fýra av teimum átta trý'arunum í undankappingini koma eisini til EM. Her snýr tað seg um at hava best úrslit móti teimum fremstu liðunum í bólkinum (stig og/ella mál)

Føroyski hópurin til dystirnar móti Svøríki og Íslandi:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Útispælarar:
Rannvá Olsen, VÍF
Hervør Niclasen, Neistin
Karin Egholm, H71
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2024

50 Leygardagur 30. mars 2024

StÍF streyk avstað við 3. plássinum

Nú er greitt, at fjórðingsfinalurnar í SMS-deildini verða: StÍF-EB og H71-VÍF

Emma Skovmand, ið kom til StÍF í vetur, gjørdi bart við sjey málum mikukvøldið. StÍF sær spennandi út áðrenn endaspælið (Mynd: StÍF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein útsettur dystur var í SMS-deildini mikukvøldið, og talan var um lykladyst í stríðnum um 3. plássið. Hetta gevur rættin at møta á pappírinum veikasta liðnum, sum kemur í endaspælið: EB, ið endar á 6. plássi.

Stríðið stóð millum StÍF og H71. Uppgerðin á Skála gjørdist spennandi, tó at heimaliðið var meira omaná og einaferð í 1. hálvleiki var á odda við sjey málum. Hoyvíkskvinnur skoraðu tó tey seinastu seks málini fyri steðgin, og harvið var 14-13, tá liðini fóru at hvíla seg.

Tey fylgdust í byrjanini av 2. hálvleiki, men so streyk StÍF avstað. Hetta var annars um tað mundið, at Poula Dulavík Berg, fekk sína triðju útvísing og harvið reytt kort.

Hon var lyklaspælari aftur hesaferð. StÍF megnaði tó at vinna rímiliga greitt, tá samanum kom, og sær spennandi út áðrenn endaspælið.

32-26 sigurin gjørdi, at StÍF fór framm um H71 og kom á 3. plássi. Hetta var seinasti dystur í grundspælinum hjá føroyameistarunum, ið harvið enda nummar fýra.

Seinasta umfar í grundspælinum í SMS-deildini verður í dag, men alt er komið uppá pláss til endaspælið, sum byrjar eftir landsliðssteðgin, ið er fyrstu vikuna í apríl: 

Kyndil og Neistin eru beinleiðis víðari til hálvfinalurnar, og "fjórðingsfinalurnar" vera hesar: StÍF-EB og H71-VÍF. Harvið skulu bæði StÍF og H71 spæla um hálvfinalupláss um tvær vikur.

Støðan í løtuni er tann, at Kyndil hevur 39 stig, Neistin 30, StÍF 26, H71 25, VÍF 22, EB 11, Stjørnan 8 og VB 1.

Seinastu dystirnir í grundspælinum verða spældir í dag:

Kl. 14: VÍF - EB í høllini í Vestmanna
Kl. 14: StÍF - Stjørnan í høllini á Skála
Kl. 15: VB - Neistin í høllini í Vági


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2024

51 Leygardagur 30. mars 2024

Eydnudeildin skipar fyri altjóða stevnu í dag

EydnuCup 2024 verður í høllini á Hálsi

(Mynd: Andrei Antal)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Skírisdag vóru seks ár liðin síðan Eydnudeildin skipaði fyri fyrstu hondbóltsvenjingini. Í dag verður altjóða EydnuCup á øðrum sinni

Leygardagin 30. mars skipar Eydnudeild fyri EydnuCup2024 í høllini á Hálsi í Havn.

Umframt umleið 50 luttakarar úr feløgunum hjá Eydnudeild í Føroyum, Músabróðir úr Klaksvík, Svanunum úr Suðuroy og Lundapisunum í Kollafirði, koma eini 30 hondbóltsspælarar úr Danmark at luttaka.

- Hetta aðru ferð, at Eydnudeildin hevur vitjan úr Danmark. Í 2022 skipaðu vit á fyrsta sinni fyri EydnuCup, og hetta var so mikið væl eydnað, at vit valdu at gera hetta aftur í ár. Vónandi verður hetta ein afturvendandi kapping, sum okkara stjørnur – og útlendskir gestir – kunnu gleða seg til.

- Eydnudeildin hevði sína allarfyrstu venjing skírisdag í 2018, og sjálvt um skírisdagur ikki fellur á sama dato, so hava vit valt, at føðingardagurin hjá Eydnudeildini er skírisdag. Í ár fylla vit seks ár.

- Allar rættar stjørnur elska føðingardagar, og tað gera vit eisini. Hvørt ár hava vit gjørt okkurt serligt burtur úr okkara føðingardegi, og í ár feiðra vit 6 ára dagin við EydnuCup2024.

- Hondbóltspælarnir eru í miðdeplinum henda serliga dag. Vit byrja sjálvandi við einum ordans innmarsji. Allar stjørnurnar fáa goodiebags við ymiskumlekkrum í, og sjálvandi gull heiðursmerki tá kappingin er liðug. Hondbóltsligi parturin endar við konfetti og útmarsji. Aftaná verur gallaveitsla.

- Allir leikarar hava møguleika at koma í make-up zonuna, har bæði gentur og dreingir kunnu ordna hár og pynta seg við glimmur. Til veitsluna verður góður døgurði og so er stjørnuhugni fyri rest við slush ice, DJ Magnus og dansi.

- Tað er ókeypis at koma at hyggja eftir EydnuCup2024 í høllini á Hálsi. Innmarsjurin byrjar klokkan 11. Tóra við Keldu, forkvinna í Megd setur stevnuna og eftir tað verða liðini deild upp og tað verður felags upphiting. Hondbóltsdystirnir byrja kl. 11.30.

Tíðindaskriv frá Eydnudeildini

Myndir: Andrei Antal

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2024

52 Leygardagur 30. mars 2024

FM-finalan hjá sørvingum útsett eftir ósigur fyri ÍF

Við sigri á ÍF mikukvøldið kundu sørvingar havt tryggjað sær sæti í FM-finalunum ímóti Mjølni, men fyribils er tann staðfestingin útsett, tí fuglfirðingar vunnu fimmsettaran í Fuglafirði

 
SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Tele-deildin, menn:
ÍF - SÍ 3-2 (16-25, 28-26, 18-25, 25-16, 18-16)

Við sigri á ÍF mikukvøldið kundu sørvingar havt tryggjað sær sæti í FM-finalunum ímóti Mjølni, men fyribils er tann staðfestingin útsett, tí fuglfirðingar vunnu fimmsettaran í Fuglafirði.

Heimaliðið fylgdi við til 10-10 í fyrsta setti, men so leyp SÍ avstað og vann 25-16, og alt sá út til at fara at ganga í samsvar við stigatalvuna, har SÍ er langt frammanfyri ÍF. Men ÍF vildi tað øðrvísi í gjár, og eftir fyrst at hava havt settbólt, og síðan yvirlivað ein hjá SÍ, vann ÍF loksins settið 28-26 við sínum triðja settbólti.

SÍ var aftur væl og virðiliga omaná í triðja setti, sum varð vunnið 25-18, men enn einaferð svaraði ÍF aftur. Seks stig á rað gjørdu tað til 8-1, og tann munurin minkaði ikki aftur.

Og so var javnbrótari á skránni. SÍ kundi framvegis tryggja sær finaluplássið við at vinna javnbrótaran, men tað eydnaðist ikki. ÍF var frammanfyri mesta partin og fekk tveir dystarbóltar við støðuna 14-12, men SÍ vann tríggjar bóltar á rað, og so átti SÍ dystarbólt. ÍF hóraði undan og fekk tveir dystarbóltar aftrat, og við serviessi tryggjaði Rúni Ákason ÍF sigurin við 18-16.

Tó er finaluplássið hjá SÍ ikki í vanda, tí tað er bert í teoriini, at ÍF kann taka SÍ aftur. ÍF kann í mesta lagi koma upp á 28 stig. SÍ hevur, sum nú er, 27 stig og hevur fýra dystir eftir at leika. Men nú verður kortini trupult hjá SÍ at taka oddaliðið Mjølnir aftur, sum er níggju stig frammanfyri, men hevur spælt ein dyst fleiri enn SÍ. Nr. eitt í landskappingini fær heimavøll i fyrru FM-finaluni.

Næstu dystirnir:
Sunnudagin 7. apríl kl. 13: SÍ – Mjølnir
Sunnudagin 7. apríl kl. 18: Ternan – ÍF
Mánadagin 8. apríl kl. 20: Fleyr – ÍF

Støðan í Føroya Tele-deildini hjá monnum er tann, at Mjølnir hevur 36 stig, SÍ 27, Fleyr 17, ÍF 13 og Ternan hevur onki stig.

ÍF hevur spælt 11 dystir, SÍ 12 og hini hava spælt 13 dystir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. mars 2024

53 Leygardagur 30. mars 2024

Finaluplássið hjá Fleyr í klønum tráð eftir ósigur fyri KÍF

Á Giljanesi staðfesti Dráttur formliga sítt finalupláss við 3-0 sigri á nr. 3, SÍ, sum kortini nærkaðist hinum finaluplássinum, tí kappingarneytin, Fleyr, var fyri lemjandi tapi fyri KÍF

KÍF
SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Fleyr – KÍF 1-3 (20-25, 25-20, 24-26, 29-31)

KÍF hevur hótt tey stóru fleiri ferðir í ár, men avrikini gjøgnum heilar dystir hava tó verið ov óstøðug til at røkka á mál – til mánakvøldið, tá KÍF á útivølli vann 3-1 á Fleyr á øðrumplássi.

Úrslitið er rættiligt skot fyri bógvin hjá Fleyr, sum nú tykist hava spælt sær av við finaluplássið. Matematiskir møguleikar eru framvegis, men teir eru fáir. Fleyr, sum framvegis er tvey stig framman fyri SÍ, kann í mesta lagi vinna sær seks stig aftrat í sínum tveimum írestandi dystum, har annar er ímóti Drátti. SÍ hevur hinvegin tríggjar dystir eftir: Mjølnir (tvær ferðir) og TB.

Í dystinum mánakvøldið gekk galið hjá Fleyr longu í fyrsta setti, har Fleyr annars var á odda 11-6, men eftir 20-20 vann KÍF fimm bóltar á rað og settið 25-20, og so var Fleyr illa kroyst, tí nú skuldu næstu trý settini vinnast, ella fór tað at kosta stig, og tað hevði Fleyr ikki ráð til, skuldi vónin um FM-finalu varðveitast.

Fleyr tóktist tó at hava tamarhald á støðuni, og var á odda alt annað sett, har munurin hevði hug at økjast heldur enn at minka, til Fleyr vann settið 25-20.

Soleiðis helt gongdin á í triðja setti, og Fleyr spældi seg til 7 settbóltar við støðuna 24-17. KÍF yvirlivdi tann fyrsta við smassji frá brasilsku Luanu Luciano, sum setti av aftan fyri álopslinjuna. Síðan fór 16 ára gamli hevarin Ása Thorkildshøj at serva, og hon servaði og servaði og servaði til KÍF fyrst javnaði til 24-24 og síðan vann settið 26-24!

Í fjórða setti skiftust liðini um at vera á odda, og settið mundi ongan enda fingið. Fleyr var fyrst at fáa settbólt við støðuna 24-23, men misnýtti hann og tveir aðrar, og so kundi KÍF loksins við sínum fjórða dystarbólti tryggja sær settið 31-29 og dystin 3-1.

Dráttur – SÍ 3-0 (30-28, 25-14, 25-20)
Samstundis sum SÍ fekk eina hjálpandi hond frá KÍF, gjørdu sørvingar tað teir kundu fyri at vinna sær enn størri fyrimun fram um Fleyr við at vinna stig ímóti oddaliðnum Drátti.

SÍ lá til at vinna fyrsta sett, tá støðan var 24-20 til teirra, men Jórunn Elisdóttir Wang servaði væl fyri Drátt, sum javnaði, og við fjórða settbóltinum vann heimaliðið loksins 30-28.

Í øðrum setti sprakk Dráttur avstað og vann lættliga 25-14, áðrenn SÍ aftur gjørdi ein vørr í triðja setti og legði seg á odda 16-10. Hetta fór tó alt fyri mutur og skutur, tá Dráttur vann 10 av næstu 11 stigunum og legði seg á odda 20-17, áðrenn lok var lagt á við úrslitinum 25-20.

Eingin hevur ivast í, at Dráttur fór at gerast annað av liðunum í FM-finalunum, men við sigrinum í gjár er tað endiliga formliga staðfest, at eingin kann taka Drátt aftur, og tí fær Dráttur eisini heimavøll í fyrru finaluni.

Hjá SÍ restar lítið í at tryggja sær hitt finaluplássið. Fær Fleyr ikki stig í sínum næsta dysti, sum er ímóti Drátti (13. apríl),  so er nóg mikið hjá SÍ at vinna tveir av sínum trimum írestandi dystum (um teir geva trý stig hvør), sum eru ímóti Mjølni (heima og úti) og TB (úti). Næsti dystur hjá SÍ er heima ímóti Mjølni 7. apríl.

Støðan í Føroya Tele-deildini er nú tann, at Dráttur hevur 40 stig, Fleyr 31, SÍ 29, TB 21, Mjølnir 19, KÍF 15 og Ternan 1 stig.

Fleyr hevur tveir dystir eftir at spæla, TB hevur fýra og hini hava tríggjar dystir eftir at spæla í grundspælinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2024

54 Leygardagur 30. mars 2024

Ríðifelagið Dalaross er nú limur í Ríðisambandinum

Við limaskapinum hjá Dalaross, sum heldur til í Kollafirði, eru nú seks limafeløg hjá Ríðisambandi Føroya

Andrias Nielsen, formaður í Dalaross, og Brandur í Dali, formaður í Ríðisamband Føroya (Mynd: Ríðisamband Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á aðalfundi hjá Ríðisambandinum herfyri var endaliga avgjørt, at Ríðifelagið Dalaross, sum heldur til í Kollafirði, nú er limur í Ríðisambandi Føroya.

Ríðifelagið Dalaross, bleiv stovnað í 2012, og hevur serliga arbeitt við at bøta um ríðiumstøðurnar í Kollafirði, har felagið hevur staðið fyri at gjørt nakrar kilometrar av lendisgøtum. Við tað at felagið nú er limur í Ríðisambandi Føroya, kunnu limir felagsins luttaka í kappingum hjá Ríðisambandi Føroya undir egnum felagi, skrivar Ríðisamband Føroya í tíðindaskrivi.

Ríðiítróttin hevur seinastu árini verið í stórari menning, og ynskir Dalaross, at verða partur av hesi menning frameftir. Dalaross arbeiðir við at fáa útvegað eina kappríðingarbreyt í Kollafirði, soleiðis at kappríðingar í framtíðini eisini kunnu verða hildnar í Kollafirði.

Við nýggja limafelagnum hevur Ríðisamband Føroya tvífaldað limatalið upp á nøkur heilt fá ár, og hetta vísur týðiliga, at ríðing er ein ítróttur í støðugum vøkstri, skrivar Ríðisambandið.

Við limaskapinum hjá Dalaross, eru nú seks limafeløg hjá Ríðisambandi Føroya: Føroya Ríðingarfelag, Vága Ríðingarfelag, Føroysk íslandsrossafelag, Sleipnir, Suðurross, og Ríðifelagið Dalaross.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2024

55 Leygardagur 30. mars 2024

Luitjen Akselsson Apol koppaði favorittinum

18 ára gamli Luitjen Akselsson Apol koppaði favorittinum, Høgna Egilstoft Nielsen, í síðsta umfari á Giljanesi. Nú verður umdystur millum Luitjen, Høgna og Rógva

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var stórt drama á síðsta leikdegi í FM-kappingini í talvi langa fríggjadag. Endin var, at tríggir telvarar gjørdust javnir í oddanum í landsliðsbólkinum, og teir fara í dag at telva umdyst um FM-heitið.

Tað vera brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, sum fara undir avgerandi FM-tríumdyst í dag.

Við svarta fólkinum eydnaðist Luitjeni í longum talvi, sum vardi útivið fimm tímar, at basa Høgna Egilstoft Nielsen. Rógvi Egilstoft vann á Terja Petersen, og so endaðu allir tríggir javnir.

Í FM-umdystinum í dag telva allir tvær ferðir hvør móti øðrum í kviktalvi, tað merkir, at hvør hevur eitt korter í part til talvið. Byrjað verður klokkan 14.

Landsliðsbólkurin (síðsta umfar):
Høgni - Luitjen 0 - 1
Terji - Rógvi 0 - 1
Ingi - Hans Kristian 0 - 1
Einar - Torkil 1 - 0

Endaliga støðan (landsliðsbólkurin)
Luitjen Akselsson Apol, HT 5½ stig
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 5½
Rógvi Egilstoft, ST 5½
Ingi Wiberg, ST 3
Torkil Nielsen, ST 2½
Terji Petersen, KTF 2
Einar Gregersen, KTF 1½

Almenni bólkurin
Vinnari í almenna bólkinum gjørdist Elias Petersen úr Havnar Telvingarfelag. Við góðum spurti yvirhálaði hann Rók Davidsen úr Klaksvíkar Talvfelag, sum fekk eina flúgvandi byrjan. teir endaðu javnir, men Elias vinnur við betri mótstøðustigum. Í almenna bólkinum er ikki umdystur, um tað stendur á jøvnum í oddanum.

Topp 3
1. Elias Petersen, HT 6
2. Rókur Davidsen, KTF
3. Eyðun Lamhauge, Kongshavnar Talvfelag 4½

Í alt 17 telvarar

Søguligur sigur
Í unglingabólkinum vann 9 ára gamla Lisa J. Xin úr Havnar Telvingarfelag. Hon var einsamøll genta í flokkinum, og vann. 

Hon er samstundis yngsti FM-vinnari í unglingabólkinum. 

Olaf Berg var 12 ára gamal, tá hann vann unglingameistaraheitið í 1999.

[object Object]9 ára gamla Lisa J. Xin úr Havnar Telvingarfelag. Yngsti unglingaføroyameistari í talvi nakrantíð

Unglingar - topp 3
1. Lisa J. Xin, HT 6 stig
2. Hanus á Lógv, KTF 5
3. Bogi á Kósini, KTF 5

Í alt 16 telvarar.

Veteranar
Kappingina fyri veteranar vann Henrik W. Joensen úr Kongshavnar Talvfelag. Hann fekk 5½ stig. Nummar tvey var Sigurð B. Justinussen úr Havnar Telvingarfelag við 5 stigum, og nummar trý var Jónfinn Thomsen úr Sandavágs Talvfelag við 4½ stigi.

Talváhugað fara ivaleyst at fylgja við aftur í morgin, tá umdystirnir koma fyri. Fylgjast kann við leik fyri leik á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2024

56 Leygardagur 30. mars 2024

Stóri FM-talvkongurin

Í hesum døgum hevur verið kappast um føroyameistaraheitið í talvi. FM-einstaklingakappingin hevur verið á hvørjum ári síðani 1972 kring páskirnar, men søgan er longri enn so

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrstu FM-kappingarnar vóru longu fyri seinna heimsbardaga. Tá var bara eitt veruligt talvfelag í landinum og einki talvsamband. FM-kappingarnar frá 1938 til 1956 vórðu tí í høvuðsheitum ein kapping millum havnarmenn um hvør av teimum var bestur. 

Avbygdamonnum stóð kortini frítt at vera við, tí her var talan um almenna FM-kapping. Og nakrir bitu á. 

Í 1948 var vágbingurin Thorstein Vilhelm við, í 1953 miðvingurin Hans Arni Ellefsen, og í 1956 tvørámaðurin Mervyn Dimon. Allir tríggir vóru góðir telvarar, men teir høvdu rímiligt ikki somu royndirnar sum hinir.

Hví hesar FM-kappingarnar hildu uppat í 1956, er eitt sindur óvist. Hetta var annars tíðin, tá ið talvfeløg verða stovnað víða hvar um landið. Um somu tíð harðnar kappingin um Woodborðið, sum feløgini høvdu sum eitt slag av landskapping sínamillum í 50-unum og 60-unum. Men FM-einstaklingakappingin sovnar, og kemur ikki afturíaftur fyrr enn Talvsamband Føroya verður stovnað í 1970. Byrjað var sum nevnt í 1972, og síðani hevur ikki verið helmað í.

Palli skaraði framúr
Ein telvari skarar framúr millum allar FM-kongarnar hesi árini. Og tað er Palli Henriksen. 

Hann var frá fyrsta stovningardegi Havnar Telvingarfelags í 1923 hin besti telvarin í felagnum. Í 40-árunum fekk hann veruligar javnlíkar at kappast ímóti, fyrst og fremst Olav Andreasen og Tórarinn Evensen, men tey árini, ið hann var mest virkin, var hann hin veruligi talvkongurin í Havn og í øllum Føroyum við. Í 50-unum tóktist tað, sum at Tórarinn Evensen, sum var hin yngsti av teimum trimum FM-vinnarunum tey árini, yvirhálaði gamla meistaran.

Palli Henriksen var eisini politikari og býráðsformaður í Havn í 40- og 50-árunum, hetta var um somu tíð, sum hann var føroyameistari. Hann sat sum borgarstjóri í tveimum skeiðum, fyrst frá 1944 til 1948, og síðani aftur frá 1952 til 1957. 

Palli Henriksen búði úti á Reyni. Sonurin, Jákup Henriksen, var eisini av bestu telvarum í Føroyum, men vann ongantíð FM-heitið.

Palli Henriksen vann FM-heitið í alt níggju ferðir. Enn ganga nøkur ár til nakar fær hann aftur. Helgi Dam Ziska hevur higartil vunnið FM-heitið seks ferðir, og Høgni Egilstoft Nielsen kann í dag vinna sítt fimta FM-heiti, tá seinasta umfar í ársins FM-kapping verður vesturi á Giljanesi.

Kanska verður tað annar av teimum, sum einaferð tekur metið hjá gamla talvkonginum. Palli doyði í 1980, 78 ára gamal.

FM-vinnarar í talvi (1938-2023)
1938 Palli Henriksen, HT
1939 Palli Henriksen, HT
1940 Olav Andreasen, HT
1941 Olav Andreasen, HT
1943 Olav Andreasen, HT
1945 Palli Henriksen, HT
1946 Palli Henriksen, HT
1947 Tórarinn Evensen, HT
1948 Palli Henriksen, HT
1949 Palli Henriksen, HT
1950 Palli Henriksen, HT
1951 Palli Henriksen, HT
1952 Palli Henriksen, HT
1953 Tórarinn Evensen, HT
1955 Tórarinn Evensen, HT
1956 Tórarinn Evensen, HT

1972 Hans Petersen, VT
1973 Súni Ziska, HT
1974 Luitjen Apol, HT
1975 Luitjen Apol, HT
1976 Luitjen Apol, HT
1977 Hanus Joensen, KT
1978 John Jacobsen, VT
1979 Jens Chr. Hansen, TT
1980 Súni Ziska, HT
1981 Jens Chr. Hansen, TT
1982 Jens Chr. Hansen, TT
1983 Andrias Ziska, HT
1984 Torkil Nielsen, ST
1985 Jens Chr. Hansen, TT
1986 Torkil Nielsen, ST
1987 Bogi Ziska, STF
1988 Torkil Nielsen, ST
1989 Heini Olsen, KTF
1990 Steintór Rasmussen, KTF
1991 Heini Olsen, KTF
1992 Heini Olsen, KTF
1993 Heini Olsen, KTF
1994 Torbjørn Thomsen, KT
1995 Eyðun Nolsøe, KTF
1996 Rógvi W. Rasmussen, HT
1997 Rani Nolsøe, KTF
1998 John Rødgaard, VT
1999 Heini Olsen, KTF
2000 Flóvin Tór Næs, HT
2001 John Rødgaard, VT
2002 Hans Kristian Simonsen, KT
2003 Martin Poulsen, HT
2004 Martin Poulsen, HT
2005 Carl Eli N. Samuelsen, VT
2006 Martin Poulsen, HT
2007 John Rødgaard, VT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Martin Poulsen, HT
2010 Olaf Berg, ST
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013 Olaf Berg, HT
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2023 Helgi Dam Ziska, HT

FM-toppurin

Teir, sum hava verið føroyameistarar tríggjar ferðir ella oftari, eru hesir:
Palli Henriksen, HT 9
Helgi Dam Ziska, HT 6
Heini Olsen, KTF 5
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 4
Martin Poulsen, HT 4
Jens Chr. Hansen, TT 4
Tórarinn Evensen, HT 4
Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 3
Torkil Nielsen, ST 3
John Rødgaard, VT 3
Luitjen Apol, HT 3
Olav Andreasen, HT 3

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. mars 2024

57 Leygardagur 30. mars 2024

Klaksvíkingar føroyameistarar í billard

Mest vinnandi billardfelagið í Føroyum, Klaksvíkar Billardfelag, vann um vikuskiftið sítt 16. FM heiti fyri lið.

Kristian Sune Høgnesen og Urbanus Olsen FM meistarar í 2024
SkrivaÐ:

Jan Müller

Við billardveteraninum Kristian Suna Høgnesen á odda eydnaðist tað at vinna heimaftur til Klaksvíkar enn eitt FM heiti í billard fyri lið. Og við sína lið hevði hann ta nýggju billardstjørnuna, Urbanus Olsen. Saman tóku teir stinnar spælarar úr Havn og av Tvøroyri á bóli. og tryggjaðu heimstaðnum fyri føroyskum billard, 16. føroyameistaraheitið øll hesi mongu árini spælt hevur verið um gull, silvur og bronsu í billard. 

[object Object]Ein av veteranunum í føroyskum billard, Kristian Sune Høgnesen, sum hevur verið við til at vinna flestu gullmerki fyri lið eins og eina rúgvu av FM heitum fyri einstaklingar (Mynd: Jan Müller)

Tvøroyrar Billardfelag fór við silvurinum eftir harða og javna kapping við føroyameistaraliðið frá í fjør, Havnar Billardfelag.

Tá avtornaði endaðu liðini javnt, men landsins besti billardspælari, Páll Heri Nolsøe, gjørdi munin. Hann setti persónligt met við at vinna allar sínar dystir í liðkappingini við einum metúrsliti uppá umleið 35 eygu í miðal. Við sína lið hevði hann Eyðun Gullok Svalbard.

Á bronsuliðnum hjá Havnar Billardfelag spældu Per Hansen og Jógvan Jørgensen. 

[object Object]Landsins besti spælari í løtuni, Páll Heri Nolsøe úr Tvøroyrar Billardfelag (Mynd: Jan Müller)

Úrslitið 1. deild:

1. Klaksvíkar Billardfelag 54 stig
2. Tvøroyrar Billardfelag 46 stig
3. Havnar Billardfelag 46 stig


[object Object]Páll Heri Nolsøe og Eyðun G. Svalbard mannaðu liðið hjá Tvøroyrar Billardfelag (Mynd: Jan Müller)

[object Object]Jógvan Jørgensen og Per Hansen mannaðu liðið hjá Havnar Billardfelag (Mynd: Jan Müller)

Hini liðini í kappingini vóru Klaksvíkar Billardfelag 2, Skálafjarðar Billardfelag og Havnar Billardfelag 2. 

Í 2. deild eydnaðist tað fuglfirðingum at vinna heimaftur plássið í bestu deildini í sera harðari kapping við Tvøroyrar Billardfelag. Hetta merkir, at Fuglafjørður aftur verður partur av bestu deildini í billard komandi kappingarár. 3. deild vann Havnar Billardfelag. 

FM kappingin fyri staklingar verður í seinnu helvt av apríl í Klaksvík. 





Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. mars 2024

58 Leygardagur 30. mars 2024

John í Skemmuni sjeyti ár

-

 
SkrivaÐ:

Føðingardagsheilsan / John Færø

John í Skemmuni er føddur tann 29. mars 1954 í Porkeri, har hann vaks upp. Foreldrini vóru Daniel Poulsen og Sigrid, fødd Thomsen, bæði úr Porkeri. John er giftur við Rutt, fødd Norðberg, úr Vági, og búgva tey í Porkeri. Børn teirra eru Sigrid, Pætur, Ása og Eva, og barnabørnini eru í dag 9 í tali.

John tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1977. Sama ár fór hann á Moorlands Bible College í Suðuronglandi, har hann í tvey ár nam sær hollari kunnleika til Orð Guds. Heimafturkomin til Føroya í 1979 byrjaði hann arbeiða sum lærari, fyrst eitt stutt skifti á Argjum og síðani í Vágs Skúla, har hann starvaðist frá 1979 til 1987.

Meðan John starvaðist sum lærari, kendi hann kall Harrans at fara út í fulltíðar tænastu sum trúboðari, og í 1987 var hann kallinum lýðin og takkaði fyri seg í starvinum sum lærari. Nú hann fyllir 70 ár, eru sostatt liðin umleið 37 ár síðan, at John tók trúarstigið at fara út í tænastuna sum trúboðari fulla tíð her heima í Føroyum.

Í tænastuni hevur John verið sera trúfastur og virkin, bæði á síni heimaoyggj, Suðuroy, og tá hann vitjar náðisystkin og samkomur kring landið. John talar og lærir út frá Orði Guds við einum nærlagni, eyðmjúkleika og álvarsemi, sum eyðkennir alt hansara virksemi, og sum ger hann til ein av bestu bíbliulærarum í brøðrasamkomunum.

Eitt av lívsverkum hansara er tað stóra arbeiðið, hann hevur lagt í verkið í Zarepta, har John var høvuðsleiðari í samfull 25 ár, frá 1988 til 2013. Eitt verk, hann leiddi við einum gudgivnum myndugleika, stillføri og trúfesti. Eg upplivdi sjálvur, sum unglingi og í manndómi, at vera partur av verkinum í Zarepta undir leiðslu av John, og tað er ikki ov nógv sagt, at verkið í Zarepta hesi árini mentist og varð lagt í væl skipaðar karmar, sum enn í dag eyðkenna legurnar og verkið har vesturi. Í dag er John partur av Zareptanevndini, sum vegna samkomurnar hevur evstu ábyrgdina av
Zarepta.

John er musikalskur og er hollur klaverspælari, sum eisini kemur honum tilgóðar í tænastuni. Eitt nú hevur hann verið virkin sum kórleiðari í felagskóri hjá brøðrasamkomunum í Suðuroynni. Sangur hevur fylt nógv í heiminum hjá Rutt og John, sum eisini hevur umsett onkrar sangir til føroyskt.

Innan tað skrivaða orðið hevur John verið virkin, eitt nú við greinum og lesarabrøvum, har ørindi hansara støðugt eru at læra og verja dýrabarar sannleikar í orði Guds. Hesi seinastu árini hevur John økt sítt skrivliga virksemi.

Á heysti í 2021 legði John til brots við síni fyrstu bókaútgávu, ”Andrew W. Sloan, Lív og Læra”, og sigast má, at hann legði væl frá landi, tí talan er veruliga um eina bók, sum er bæði áhugaverd, spennandi og ikki minst rannsakandi fyri ein og hvønn, sum kennir Harran sum sín persónliga frelsara, og ynskir at tæna honum í lívi sínum.

Nýggjasta skotið á hesum bulinum er tíðarritið ”Góð Tíðindi”, sum John í Skemmuni byrjaði at geva út í desember 2022. Í 1952 sá tíðarritið fyri fyrstu ferð dagsins ljós, og var tað Andrew W. Sloan, sum tók stig til tað og gav tað ókeypis út í hvørt hús í landinum fram til 1972. Í 1986 tók Poul Færø táttin uppaftur, og gav ”Góð Tíðindi” út fram til 1995.

Við John í Skemmuni sum útgevara koma ”Góð Tíðindi” út nakrar ferðir árliga, har tað verður borið í hvørt hús í landinum við tí endamáli at røkka øllum føroyingum við evangeliinum og at verða teimum trúgvandi til uppbygging við góðum greinum og vitnisburðum um HARRAN og orð Hansara.

Áhugavert verður at fylgja við víðari virksemi hansara á hesum øki, tí pennin hevur hann góðan.

70 ára føðingardagurin hjá John í Skemmuni verður hildin í skúlanum í Porkeri leygardagin 30. mars frá kl. 13.

---

Fyri meg sjálvan og fyri okkum bæði, Gerdu, sum hjún hevur tað verið ein signing at kent og arbeitt saman við tykkum báðum, Rutt og John, í so mong ár, bæði í Zarepta og í øðrum samkomuhøpi. Tit bæði eru av sonnum eitt gott toymi sum kona og maður í verki HARRANS.

Eg vil enda hesa heilsan við at endurgeva 2. Tim. 2:15, har Paulus leggur Timoteusi eina við nøkur viðurskifti, sum hava eyðkent teg og tína tænastu fyri HARRAN: ”Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!”

Góði John. Nú tú tann 29. mars rundar tey 70 árini, vil eg við hesum ynskja tær hjartaliga tillukku við runda degnum. Takk fyri trúfast vinalag í so mong ár.

23. mars 2024
John Færø,
Klaksvík


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. mars 2024

59 Leygardagur 30. mars 2024

- Mangla marginalarnar og nakað av biti

Føroysku umboðini í Brøndby høvdu í ávísan nøgd við avrikið í 0-2 tapinum fyri Danmark

- Vit skulu tora og megna at skapa nakað og standa hægri á vøllinum í ár, segði Håkan Ericson millum annað eftir dystin í Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir dystin í Danmark fingu vit orðið á nakrar úr føroysku leguni í sonevndu "Mixed Zone" á Brøndby Stadion: 

Håkan Ericson, høvuðsvenjari: 
- Tað fyrra málið er sjálvandi ógvuliga keðiligt, men sum heild eri eg nøgdir við, at vit tora væl at spæla til tíðir. Samanlagt var tann parturin - at spæla okkum úr danska trýstinum og eisini at kroysta teir - betri enn í undanfarnu dystunum móti Danmark. Tað, og at vera lívligir og samstundis at standa hægri á vøllinum í verjustøðu vilja vit leggja dent á í ár. Tað kann kosta - sum vit eisini sóu í dag - men tað fer at flyta okkum sum lið.

- Haldi at nógvir ungir mans sum Mattias, Hanus og Andrias gera tað ógvuliga væl, og tað er gott at síggja. Haldi at summir "skótar" (sum eygleiða spælarar sum arbeiði) ikki gera sítt arbeiði, tí til dømis hesir hava góðsku til nakað hægri, enn har teir spæla nú. Vit mangla nógvar við landsliðsroyndum og mangla tað seinasta skerpni og hepni á seinasta triðinginum.

Andrias Edmundsson, miðverji: 
- Eg royni bara at spæla mítt spæl og at nýta mínar dygdir. Kenni á mær at tað gekk ordliga væl, og at fekk víst meg fram fyri til dømis landsliðsvenjaratoyminum og sent eitt signal um, at eg eri klárur. Nógvir skaðar hava verið í miðverjuni so eg noyddist líkasum at spæla seint í fjør. Havi fingið álit seinastu dystirnar og royni bara tað eg kann.

- Vit fingu samansjóðað hópin ógvuliga væl í Spania. Summi ting frá Liktinstein-dystinum sóust aftur, og vit tordu at spæla. Tað kostaði gott nokk 1-0 málið, men skít verið við tí; vit koyra víðari og bjóða teimum upp til dans. Vit fáa tíverri ikki eitt mál, men kundu gott fingið tað - og kanska eitt straffi

[object Object]
Andrias Edmundsson (nr. 14) í verjustøðu. Her stóð 23-ára gamli toftamaðurin seg væl, og hann varð av okkara lesarum kosin dagsins føroyski spælari(Mynd: EPA )

[object Object](Mynd: EPA)

René Shaki Joensen, miðvallari: 
- Sindur serligt at koma aftur her at spæla aftan á so nógv ár (spældi nøkur ár í Brøndby sum ungdómsspælari, red.). Vit vita, at slík lið koma at hava bóltin nógv, og so skal man halda út. Í dag skapa vit nóg mikið til 1-2 mál og at fáa eitt upaftur betri úrslit. Tað er tó so umráðandi at hava marginalarnar við sær, og høvdu vit fingið brotsspark og teir reytt kort tá í 1. hálvleiki, so hevði tað verið ein annar dystur, og rangstøða mótvegis ikki-rangstøðu.

- Vit kunnu taka nógv við frá slíkum dystum. Danmark fær eitt sindur keðilig mál, sum vit kunnu læra av. Man kann gera feilir her, og hetta var fín fyrireiking til Nations League. Nógvir royndir spælarar eru ikki við, men stuttligt at ungir og spennandi spælarar traðka til: Andrias Edmundsson spælir til dømis ein fantastiskan dyst, og Arnbjørn Svensson er eisini komin inn á liðið nú.

Sølvi Vatnhamar, miðvallari: 
- Eg fekk fótin á bóltin, men fangaði skjótt, at bólturin ikki fór í mál. Fleiri róptu um straffi fyri hond á bóltinum, men tað sá eg so ikki. Hopaði so at tað var so heppið, men tað var tað tíverri ikki - eg hevði nokk ikki sloppið at skotið brotsspark kortini.

- Vit høvdu eina ætlan at byggja eitt sindur uppá og fara longur niðan at hótta - millum eisini fyri at taka trýstið av okkum sjálvum. Tað megna vit so í nøkrum løtum í dag, og vit fáa sjálvsálit av nøkrum atgerðum við bólti, sum eydnast. Hendan vikan vísir eisini, at vit hava nógvar góðar ungar spælarar, og at kappingin um plássini er vaksandi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. mars 2024