Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 23. mars 2024 | Nr. 12 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Spennandi altjóða kokkakapping í sambandi við Sjómannadagarnar

SíÐa 2

1 Leygardagur 23. mars 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Allar áttu at verið við

Spennandi at síggja, at tað aftur er komin gongd á tankarnar um at leggja kommunur saman í størri eindir.

Tær tríggjar norðrastu kommunurnar í Suðuroy hava fingið eina kanning gjørda, sum gjølliga og á áhugaverdan hátt greinar vansar og fyrimunir við eini samanlegging av Hvalbiar, Tvøroyrar og Famjins kommunum.

Mælt verður til at fara í gongd við fyrireikingarnar beinanvegin, tí fyrimunirnir tykjast vera størri enn vansarnir. Treytin fyri at kommunur leggja saman er tó, at semja skal vera um tað í øllum kommununum. Skulu kommunurnar náa at hava allar fyrireikingarnar klárar, so leggjast kann saman longu við ársskifti, tá nýggj kommunustýri taka við, ja, so skal arbeiðast ógvuliga skjótt.

Tá ætlanirnar um at seta eitt kanningararbeiði vórðu sjósettar stóð øllum sjey kommununum í oynni í boði at vera við. Men tær fýra kommunurnar sunnan fyri Hovsegg vístu ongan áhuga, og tí snýr kanningararbeiðið, sum nú er gjørt, einans um eina møguliga samanlegging av teimum trimum norðastu kommununum.

Eftir okkara tykki skulu kommunurnar sjálvandi leggja saman. Ikki bara tí at tað eru fyrimunir við tí, tí tað eru als ikki bara fyrimunir, men meira tí at tað er neyðugt. Alt fleiri uppgávur verða lagdar út á kommunurnar, og royndirnar vísa, at tey tvungnu kommunalu samstørvini, eitt nú um eldraøkið, ikki virka nóg væl.

Í Suðuroy sær út til at vera avbjóðingar. Hesar høvdu ikki verið, um øll oyggin var ein kommuna. Onki er at ivast í, at best hevði verið um øll oyggin var við í eini kommunusamanlegging. Men við tí hugburði, sum eitt nú borgarstjórin í Vági borðreiddi við í vikuni, so er onki sum bendir á, at nakar vilji til samstarv, og harvið endi á endaleysu rivaliseringini millum norð og suður, verður funnin í hesum valskeiðinum.

Tí áttu kommunurnar í norðaru helvt skundað sær spakuliga við samanleggingini. Inn í tættari samstarv, ja, men tær áttu at fyrireika seg gjølla, grundgivið væl og virðiliga við fyrimununum við eini smanlegging í vónini um, at fleiri, helst allar, kommunurnar komu við. Men tað verður í sofall ikki fyrr enn í fyrsta lagi til næstkomandi kommunustýrisval – í 2028.

Til ta tíð er ein suðuroyartunnil kanska nærri einum veruleika. Men við at hyggja gjøgnum frágreiðingina, sum nú er gjørd viðvíkjandi eini møguligari samanlegging, so kemur greitt til sjóndar, at hóast ein tunnil kemur, so er onki sum bendir á, at tað ger ein enda á strukturellu avbjóðingunum, sum standa fyri framman í Suðuroy, nevniliga við at fólkatalið hevur hug at minka, og at fólkasamansetingin broytist við at lutfallið av eldri borgarum alsamt veksur.

Til at taka ímóti teimum avbjóðingunum eigur tað, alt annað líka, vera lagaligari við størri kommunalum eindum. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 4054

    Lisnar síður: 12668

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 23. mars 2024

Spennandi altjóða kokkakapping í sambandi við Sjómannadagarnar

NORA hevur tikið stig til kappingina millum ungar kokkar úr Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Noregi. Føroyski parturin verður hildin í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík

Halla Nolsøe Poulsen, stjóri í NORA, Andras Sigmarsson Jacobsen, leiðari á matvørudeildini á Tekniska skúla, og Jákup Sørensen, verkætlanarleiðari hjá NORA (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sjómannadagarnir í Klaksvík fáa eitt spennandi innslag afturat í ár, tá ein altjóða kapping fyri gávuríkar ungar kokkar verður hildin í sambandi við stóru fólksligu hátíðina í Klaksvík.

Tað er NORA, Norrønt Atlantssamstarv, sum er stigtakari til kappingina, kallað Arctic Young Chef 2024, stytt AYC. Hugskotið er at finna fram til besta unga kokkin í hvørjum av teimum fýra londunum, har NORA virkar, tað eru Grønland, Ísland, stranda-Noreg og Føroyar.

Bestu kokkarnir frá hvørjum landi skulu so hittast í eini finalu, sum verður hildin í Bodø í Noregi í heyst. Finalan í AYC verður partur av umfatandi skránni, sum er løgd í sambandi við at Bodø er evropeiskur mentanarbýur í ár.

Andrés vann í Íslandi

Fyrsta kappingin hevur longu verið. Tað var farna vikuskiftið, tá átta íslendskir kokkar undir 30 ár hittust í íslendsku finaluni, ið varð hildin í Menningarskólanum í Kópavogi. Avbjóðingin hjá kokkunum var at gera ein forrætt, har høvuðsvøran var lambssíða, og ein høvuðsrætt burtur úr saltfiski.

[object Object]
Andrés Björgvinsson

Vinnari av teirri kappingini gjørdist 20 ára gamli Andrés Björgvinsson úr Mosfellbær, sum arbeiðir á Lux Veitingum. Hann er sostatt tann fyrsti, sum hevur vunnið sær sæti til finaluna í Bodø í heyst.

Høvuðsdómari í Íslandi var føroyski kokkurin, Teitur Christensen, sum var við til at seta gongd á Fútastovu hjá Gist & Vist, og sum nú er kokkur á Bitanum.

[object Object]

Vekja áhuga fyri rávørum, ið ikki verða gagnnýttar

Mikudagin var tíðindafundur hildin á Tekniska skúla í Klaksvík, har umboð fyri NORA og Andras Sigmarsson Jacobsen, leiðari fyri kokkaútbúgvingini á skúlanum, greiddu frá hugskotinum, og kappingini, sum verður í Klaksvík 17. august tá Sjómannadagar eisini eru.

Jákup Sørensen, verkætlanarleiðari hjá NORA greiddi frá, at tey í eina tíð hava arbeitt við hugskotinum, sum í sínum grundtanka snýr seg um at vekja áhuga fyri rávørum, sum ikki vera gagnnýttar í so stóran mun, sum tær kanska áttu.

- Tað snýr seg um at seta fokus á vørur, stuttfluttar – altso lokalar, sum ikki verða gagnnýttar í nóg stóran mun, og so menna uppskriftir, sum kunnu brúkast heima í køkinum hjá vanligu familjunum og eisini á kantinum, sigur Jákup Sørensen.

Endamálið við sjálvari kappingini er sjálvandi at skapa eina spennandi kapping millum ungar kokkar. Sæð í ljósinum av, hvussu nógvar kokkar vit eiga heima í Føroyum, so er tað undarligt, at tað ongantíð hevur verið hildin ein kapping í kokkakynstri í Føroyum.

[object Object]Jákup Sørensen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Haute cuisine

Men sjálv kappingin verður í fínum kokkakynstri, ‘haute cuisine’. Treytin fyri at luttaka er, at kokkarnir eru 30 ár ella yngri. Tað er líka mikið um teir eru lærlingar ella útlærdir. Áhugaðu luttakararnir skulu senda inn eina umsókn, har tey grundgeva fyri teirra hugsan um norðurlendska/føroyska matmentan og hvørjar tankar tey hava um kokkafakið yvirhøvur.

Tað er soleiðis, at kokkarnir í góðari tíð áðrenn kappingina fáa at vita hvørjar høvuðsrávørurnar eru, sum tey skulu gera rættirnar burturúr.

- Okkara ætlan er at brúka rávørur, sum hoyra árstíðini til, og tá kappingin nú verður hildin í sambandi við Sjómannadagarnar, so kann roknast við, at í hvussu so er annar av rættinum verður við onkrum, ið fæst burtur úr havinum, sigur Andras Sigmarsson Jacobsen, leiðarin á matvørudeildini á Tekniska skúla í Klaksvík.

Sjálvur sigur Andras, at tey vóru við upp á hugskoti í somu løtu, sum tey hoyrdu um tankarnar kring Arctic Young Chef.

- Satt at siga hevði eg umhugsa eina kapping av onkrum slag í sambandi við, at eg varð settur í starv her fyri trimum árum síðani, sigur Andras Sigmarsson Jacobsen.

[object Object]Andras S. Jacobsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kokkaútbúgvingin dagførd

Hann hevur hesi seinastu árini arbeitt við at broyta lesiætlanirna fyri matvøruútbúgvingarnar.

- Vit kunnu nú bjóða eina útbúgving, sum er á sama støði, sum í Danmark, og tað merkir, at fólk í kokkalæru ikki longur nýtast at fara av landinum fyri at fáa sína skúlagongd. Vit rokna við, at tær fyrstu sveinaroyndirnar við kokkum eftir nýggju skipanini kunnu haldast móti sumri næsta ár.

- Tí hóskar henda kappingin væl inn í tað virksemi, sum vit fáat við her á matvørudeildini á tekniska skúla. Hugsan mín er at tað kanska eisini verður hildin ein kapping fyri allar kokkar – altso ikki bara ungar – eina ferð í framtíðini eisini.

Hvussu sjálv kappingin í Klaksvík verður gjøgnumførd er ikki heilt avgjørt enn. Eftir sum kappingin verður hildin í sambandi við stóra fólksliga tiltakið Sjómannadagarnar, so eru taknarnir í løtuni at halda kappingina á bryggjuøkinum, har flest allir av hinum aktivitetunum eru.

- Tað ber væl til at innrætta eitt tjald við køksútgerð, og so hevði verið stuttligt um tey nógvu fólkini, sum vitja á sjómannadøgunum kundu fingið møguleika at fylgja við, hvussu kappingin gongur. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2024

3 Leygardagur 23. mars 2024

Bøndur og óðalsfólk hertóku Vaglið

Fitt av fólki var møtt upp á Vaglinum týsdagin, tá einir 40 traktorar hertóku økið. Bøndurnir vístu sína ónøgd við lógaruppskotið um burðardygga ferðavinnu

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bøndur skipaðu í vikuni fyri mótmælistiltaki uttan fyri løgtingið. Ikki bara eitt vanligt mótmælistiltak, men við sær høvdu teir einar 40 traktorar sum vórðu parkeraðir á Vaglinum.

Tað er orsakað av ónøgd um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um gongd í haga, at bøndur og óðalsfólk mótmæla.

Fyrsta viðgerð av uppskotinum um burðardygga ferðavinnu varð í tinginum týsdagin. Málið er nú farið í vinnunevndina til víðari viðgerð.

Sverri Egholm tók myndirnar. Fleiri eru at síggja her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2024

4 Leygardagur 23. mars 2024

Formansskapurin í Føroya Banka vrakaður

Birgir Durhuus er nýggjur formaður í Føroya Banka. Birita Sandberg Samuelsen og Rúni Vang Poulsen vóru vrakaði til aðalfundin

(Mynd: Føroya Banki)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Forkvinnan og næstformaðurin í Føroya Banka, Birita Sandberg Samuelsen og Rúni Vang Poulsen, vórðu ikki afturvald tá aðalfundur var seinnapartin. Hinvegin eru tveir nýggir nevndarlimir, Árni Rasmussen og Anfinn Vitalis Hansen.

Tað var Gullak Madsen, sum hevur keypt 25 prosent av Føroya Banka, sum skeyt upp at velja Árna Rassmusen og Anfinn Vitalis Hansen.

[object Object]Gullak Madsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Nýggja nevndin hevur eisini skipað seg, og nýggjur formaður í Føroya Banka-nevndini er Birgir Durhuus. Hann hevur sitið í nevndini seinastu tvey árini.

Hini í nevndini eru Marjun Eystberg, Kristian Reinert Davidsen, Birgir Durhuus og Tom Ahrenst. Tey vóru afturvald.

[object Object]Birgir Durhuus, nýggjur nevndarformaður í Pf. Føroya Banka

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2024

5

Størv

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024
6 Leygardagur 23. mars 2024

Betri Trygging hevði 358 milliónir í skaðaútgjøldum í fjør

Bert einaferð áður hava verið fleiri skaðar verið enn í fjør - serliga var hetta vegna ódnina í februar, kunnar Betri Trygging um. Ársúrslitið var tó gott: 84 milliónir krónur í yvirskoti

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Betri Trygging hevur nú gjørt 2023 upp, og bara einaferð áður hava fleiri skaðar verið skrásettar enn í fjør. Serliga var tað ódnin í februar, sum elvdi til nógvar skaðar.

- Betri Trygging endurrindaði í fjør omanfyri 13.000 skaðar. Tað er næststørsta skaðatalið nakrantíð hjá Betri Trygging. Bara ódnin í februar elvdi einsamøll til yvir 1.300 skaðar, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Kundarnir fingu tilsamans 358 milliónir í endurgjaldi er samanlagda úrslitið hjá felagnum gott: 84 milliónir krónur í yvirskoti. Serliga íløgurnar góvu gott avkast. gott úrslit, serliga tí íløgurnar aftur geva gott avkast. Hartil vóru fleiri og betri tryggingar og tænastur - og eitt stórt stig inn í talgilda heimin við appini Mín Trygging. So stutt kunnu vit taka saman um 2023.

- Íløgumarknaðurin, sum seinastu árini hevur verið svikaligur, gav í fjør aftur gott avkast. Meginparturin av yvirskotinum, sum gjørdist 84 milliónir krónur, stavar frá íløgunum (...) - Vit fegnast um góða úrslitið. Vit vita jú, at viðurskiftini broytast skjótt í hesi vinnuni, og bara higartil í ár hava vit havt heilar tríggjar heilt stórar skaðahendingar. Tí ræður um, at vit altíð hava nakað at standa ímóti við, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Talið á kundum veksur eisini støðugt, og fólk tryggja seg sum heild betur við fleiri
tryggingum og fleiri tilvalum enn fyrr.

Arbeiðsskaðatryggingin eigur at fylgja kostnaðarstøðinum í landinum

Í fjør komu eisini tvær nýggjar vinnutryggingar. Onnur er "Rakstartap av sjúku" og skaða – og hin er "Trygging fyri álop á netinum".

- So seint sum í vikuni vóru fleiri føroyskar fyritøkur fyri netálopi, og áhugin fyri hesi tryggingini hevur eisini verið sera stórur, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Tryggingarnar til bát og djór vórðu dagførdar og fingu betri dekningar - og
arbeiðsskaðatryggingin bleiv við lóg broytt, soleiðis at hon frameftir skal prístalsjavnast.

- Vit eru púra samd í, at arbeiðsskaðatryggingin eigur at fylgja kostnaðarstøðinum í landinum, soleiðis at tey, sum gerast langtíðarsjúkameldað, fáa eitt hóskandi útgjald. Men lógarbroytingin hevur gjørt tað neyðugt at hækka avsetingina til arbeiðsskaða munandi, nú vit skulu seta væl størri upphædd av til tey, sum eru í skipanini, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Betri Trygging gjørdist í fjør eisini limur í Sólblómuskipanini, so kundar við ósjónligum breki frameftir fáa betri tænastu – og so vóru fleiri kunningartiltøk, eitt nú um eftirskúla, tryggleika hjá smábørnum, netálop og skaðafyribyrging innan vinnuna.

- Í fjør bleiv eisini gjørligt at rinda tryggingarnar mánaðarliga – og so sló talgilda tænastan, Mín Trygging, øll met. Kundarnir hava av álvara tikið appina til sín, sigur Ingunn Eiriksdóttir. 

Til ber at síggja rokniskapin her 

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2024

7 Leygardagur 23. mars 2024

Ætli at vera við til at menna Føroya Tele víðari

Mánadagin var móttøka á Føroya Tele í sambandi við at Kristian Reinert Davidsen hevur tikið við sum stjóri í fyritøkuni

Kristian Reinert Davidsen aftur í stjórasessinum í Føroya Tele (Myndir Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Nógv fólk høvdu leitað sær niðan á Føroya Tele mánadagin, tá móttøka var fyri nýggja stjóranum, Kristian Reinert Davidsen, sum tekur við stjórastarvinum eftir fyrst táverandi stjóran Jan Ziskasen og nú í seinastuni eftir fíggjarstjóran, sum hevur røkt stjórastarvið, nú áðrenn Kristian Davisen tók við eftir áralangt arbeiði í Grønlandi.

Kristian hevur røkt stjórastarvið í Føroya Tele áður, tá hann var í sessinum í átta ár.  Kristian Reinert Davidsen hevur í nærum  níggju ár verið  stjóri í grønlendska tele- og flutningsfelagnum Tusass. 

Í sambandi við móttøkuna takkaði Kristian Davidsen fyri at hava fingið litið sessin í hendi fyri aðru ferð og segði hann seg ætla at vera við til at menna Føroya Tele víðari saman við mongu starvsfólkunum í fyritøkuni. 

Undir móttøkuni hildu Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, Bjarna Arnason, nevndarformaður og William Joensen, fíggjarstjóri røður. Somuleiðis  takkaði nýggi stjórin fyri uppgávuna at standa á odda fyri FT samtakinum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2024

8 Leygardagur 23. mars 2024

Føroya Tele-stjórin fær tvær milliónir krónur um árið

Kristian R. Davidsen avdúkaði sína stjóraløn tá hann var vikugestur í útvarpinum

(Mynd: Føroya Tele)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Árliga lønin hjá mær í dag liggur um tvær milliónir krónur.

Tað segði Kristian R. Davidsen, nýggjur stjóri í Føroya Tele, í sendingini Vikan í útvarpinum leygardagin, har hann var vikugestur.

Hann fór til Grønlands fyri átta árum síðani, og tók við stjórastarvinum í Telepost, sum síðan hevur broytt navn til Tusass.

Kristian R. Davidsen var áðrenn hetta stjóri í Føroya Tele, og talan er tí um eina afturkomu - heimkomu.

- Tað eru krøv til eitt ávíst gjøgnumskygni tá tað kemur til lønir hjá stjórum og nevndarlimum í feløgum sum Tusass og Føroya Tele, og mín meining er, at tað gjøgnumskygnið skal vera har, sigur Kristian R. Davidsen.

Hann sigur, at lønin, sum liggur um tvær milliónir krónur árliga, kann broytast alt eftir hvussu væl tað gongur at røkka málunum, sum eru sett. Altso ein ávís bonusskipan.

Farin niður í løn
Um hugt verður eftir ársroknskapinum hjá Tusass í 2022 sæst greitt, hvussu nógv Krisitan R. Davidsen fekk í samsýning sum stjóri. Og lønin í Føroyum er nakað lægri enn í Grønlandi.

Árslønin var tilsamans 3,9 milliónir krónur, men tá er tað eisini íroknað pensjón, bonus og annað.

Samrøðan við Kristian R. Davidsen kann hoyrast her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2024

9 Leygardagur 23. mars 2024

Verður sendimaður í Washington

Uttanríkisráðið flytir runt upp á sendifólkini til fýra sendistovur – Bjørn Kunoy fer til Washington, har føroysk sendistova letur upp í heyst

Bjørn Kunoy
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Farna heyst boðaði Uttanríkisráðið frá, at føroysk sendistova verður latin upp í amerikanska høvuðsstaðnum Washington D.C. á heysti 2024.

Les eisini: Sendistova í Washington letur upp á heysti 2024

Nú er tað greitt, at tað verður Bjørn Kunoy, sum verður fyrsti føroyski sendiharrin til USA. Hetta framgongur í eini fráboðan, sum Uttanríkisráðið sendi út í vikuni.

Bjørn Kunoy var eisini fyrstvaldur, tá sendistovan í russiska høvuðsstaðnum skuldi mannast. Hann var sendimaður í Moskva árini 2015 til 2018.

Skift verður eisini í trimum av verandi sendistovunum.

Gunnar Holm-Jacobsen, ið hevur verið stjóri í Uttanríkistænastuni síðani 2013, er tilnevndur sum nýggjur sendimaður í Keypmannahavn. Árini 2008 til 2012 var hann sendimaður í Brússel. Gunnar Holm-Jacobsen avloysir Jóannes V. Hansen, ið hevur verið sendimaður í Keypmannahavn síðani 2019.

Áki Johansen er tilnevndur sum nýggjur sendimaður í kinesiska høvuðsstaðnum, Beijing. Áki hevur síðani 2021 verið sendimaður í Tel Aviv í Ísrael. Frammanundan hevur hann verið sendimaður í London í tveimum umførum - frá 2008 til 2011, og aftur frá 2015 til 2020. Áki Johansen avloysir Sigmund Ísfeld, ið hevur verið sendimaður í Beijing síðani 2019.

Petur Petersen er tilnevndur sum nýggjur sendimaður í Tel Aviv. Hann hevur verið fyrisitingarleiðari í Uttanríkistænastuni síðani 2020. Frá 2015 til 2020 var hann sendimaður í Reykjavík.

Tey fýra komandi sendifólkini taka við tann 1. september í ár, og koma Sigmundur Ísfeld og Jóannes V. Hansen tá heimaftur í Uttanríkistænastuna at starvast.

Av teimum seks sendifólkunum, ið eru úti í løtuni, eru tríggjar kvinnur og tríggir menn.

Hinar sendistovurnar, tær, sum nú ikki eru ávirkaðar av hesum rokeringunum, eru soleiðis mannaðar:

Evropa Samveldið í Brússel: Elisabeth F. Rasmussen
Moskva: Hákun J. Djurhuus
London: Kate Sanderson
Reykjavík: Hanna í Horni 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2024

10
Leygardagur 23. mars 2024

Hiddenfjord fingið krevjandi góðkening

Talan er um sokallaða fýra-stjørnaða BAP-váttan fyri Best Aquaculture Practice

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Alifyritøkan Hiddenfjord við høvuðsskrivstovu í Sørvági, hevur nú fingið fulla sokallaða BAP-váttan eftir at eisini smoltstøðin Fútaklettur er vorðin góðkend av hesi serligu sertificering.

BAP stendur fyri Best Aquaculture Practice. Við hesi váttanini hevur fyri tøkan nú fingið ovastu góðkenning, fýra stjørnur, skriva altjóða miðlar, so sum The Fish Site og Fish Farmer Magazine.

Henda BAP sertifiseringin er ment av Global Seafood Alliance, hvørs endamál er at menna umhvørvisvinarliga og sosialt ábyrgdarfulla fiski- og skeljadjóravinnu.

- Í okkara samskifti við samstarvsfelagar hava vit skilt, at BAP góðkenningin er ein hornasteinur fyri at skipa laksaframleiðslu á ovasta støði, sigur Óli Hansen, søluleiðari hjá Hiddenfjord í tíðindaskrivi í sambandi við góðkenningina.

- At fáa ta fjórðu stjørnuna er ikki bert eitt avrik, men ein vitnisburður um okkara áhaldandi stremban eftir bestu góðsku og burðardygd. Vit síggja fram til at deila hesi úrslit við okkara kundum og tryggja, at vit fáa gagn av okkara íkasti fyri burðardyggari laksaaling, leggur Óli Hansen afturat.

Hiddenfjord leggur seg eftir at framleiða dygdarvørur av laksi, herundir heilan feskan laks, fesk laksafløk umframt fryst høvd, ryggir og avskurðir alt uttan at brúka hormonir ella antibiotika í framleiðsluni.

- Tað hevur verið ein hugtakandi ferð, sum Hiddenfjord er farin ígjøgnum. Tey pliktaðu seg til fýra-stjørnaðu treytirnar frá byrjan av, og løgdu størt arbeiði í at fáa verkætlanina gjøgnumførda. Eg veit, at øll í fyritøkuni eru errin av avrikinum, sigur Iain Shone, stjóri fyri evropeiska partin av Global Seafood Alliance.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2024

11 Leygardagur 23. mars 2024

Smyril Line setti met í fjør: 122 milliónir í avlopi

Tíggju milliónir verða rindaðar í vinningsbýti. Í samtakinum arbeiða 595 fólk

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Smyril Line hevði ársaðalfund í vikuni, og á fundinum varð ársfrágreiðingin fyri 2023 løgd fram. Rakstrarúrslitið fyri 2023 var 267 milliónir krónur, samanborið við 201 milliónir í 2022. Avlopið var 122 milliónir krónur eftir skatt, samanborið við 77 milliónir krónur í 2022. Hetta er sostatt metár fyri felagið higartil, verður sagt í tíðindaskrivi.

Smyril Line rindar 10. mió. vinningsbýti fyri 2023.

Starvsfólkatalið hjá Smyril Line samtakinum var 595 starvsfólk í 2023. Hetta var áleið tað sama sum árið fyri. Farmavirksemið eydnaðist sum heild væl, og á ferðafólkasíðuni var ein rímiligur vøkstur í eftirspurninginum eftir Íslandi, ímeðan eftirspurningurin eftir Føroyum minkaði eitt vet í 2023 samanborið við 2022.  

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Størsta íløgan hjá Smyril Line í 2023 var farmaskipið Glyvursnes, ið kom í felagið í desembur. Glyvursnes siglir rutuna millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals. Við keypinum av Glyvursnesi kann Smyril Line røkja alt rutunetið við egnum flota. 

Útlitini fyri 2024 eru rímiliga góð. Vit vænta eina javna menning bæði innan ferða- og farmavirksemið, sigur Smyril Line. Hetta er ein meting grundað á verandi gongd og útlit, men viðurskifti, so sum hækkandi prísir á brennievni, avgjøld, rentuhækking, inflasjón og politiska støðan, kunnu broyta fortreytirnar. 

- Tað er av stórum týdningi, at Smyril Line alsamt endurnýggjar og framtíðartryggjar flotan. Vit fegnast um, at vit í januar í ár gjørdu sáttmála um at byggja tvey nýggj farmaskip, ið koma í flotan í 2026. Sostatt er endurnýggjanin av flotanum byrjað. Hetta merkir, at vit eisini í framtíðini kunnu veita kundum okkara eina góða tænastu, og at vit leiða felagið fram ímóti eini grønari orkuloysn, skrivar felagið í tðindaskrivi.

Í nevndini í Smyril Line eru Tummas Justinussen, Arne Joensen, Helga á Borg og Jens Meinhard Rasmussen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2024

12
Leygardagur 23. mars 2024

Heinanøva latin Hiddenfjord

MEST hevur latið tvíkiljuna Heinanøva til Hiddenfjord

(Mynd: Mest)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í gjár var nýggja tvíkiljan, Heinanøva, latin Hiddenfjord av skipasmiðjuni MEST.

- Arbeiðið hevur gingið fyrimyndarliga væl, og eru vit sera væl nøgdir við nýggju tvíkiljuna. Og serliga tað, at eisini henda tvíkiljan var latin til tíðina, segði Mouritz Mohr, stjóri á MEST í røðu umborð.

Henda seinna av tveimum tvíkiljum frá MEST til Hiddenfjord, bleiv handað Boga Jacobsen, menningarleiðara á Hiddenfjord. Fyrra tvíkiljan, Heldarsgjógv, varð latin Hiddenfjord í november í fjør.

Heinanøva er bygd til aliøki í Sørvágsfirði, og fær heimstað í Sørvági. Tvíkiljan fekk góð skotsmál á degnum frá Hiddenfjord manningini.

Í røðu, sum Bogi Jacobsen helt umborð, nevndi hann millum annað:

- Hetta eru fyrstu tvíkiljurnar har vit hava havt møguleikan at fylgja við arbeiðinum heilt frá byrjan av. Líka frá strikunum á teknistovuni, byggingini á stáldeildini og so liðugtgerð. Um vit hava havt tørv á broytingum, ja, so hava vit bara tikið tað upp við MEST, segði Bogi Jacobsen og endaða við at takka MEST fyri væl leidda verkætlan.

Á samkomu umborð vóru nógv fólk savnað til hátíðarhald har stjórin á MEST, Mouritz Mohr, eisini helt eina stutta røðu.

Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 117 á MEST, er 16 metrar long og 8 metrar breið. Tvíkiljan er útgjørd við tveimum stórum MELCAL kranum, ein við støddini 80 tons og ein á 23 tons, tveimum 500 HK Volvo Penta høvuðsmoturum, einum 250 kW Volvo Penta hjálpimotori og 20 tons deksspæli.

Tvíkiljan er útgjørd við eini nótavaskiskipan frá Akva Group – so at báturtin er útgjørdur til eisini at vaska nótir. Báturin hevur tvær síðuskrúvur. Nýggja farið er útgjørt við WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

[object Object]

[object Object]
Bogi Jacobsen og Mouritz Mohr (t.h.) (Myndir: Mest)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2024

13
Leygardagur 23. mars 2024

Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað var framvegis sera lítið at fáa av toski, men kortini eitt vet meira enn tey undanfarnu fýra árini. Eisini var lítið at fáa av tungu, blálongu og havtasku.

Hinvegin var nøgdin av hýsu framvegis stór, og eisini var meira at fáa av upsa og hvítingi, skrivar Havstovan.

Sum nakað nýtt vóru fleiri smáar kalvaspraggur at fáa.

Magakanningar vístu, at tað var meira til av nebbasild enn undanfarin ár.

Túrfrágreiðingin kann lesast her.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2024

14
Leygardagur 23. mars 2024

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu nýggj forkvinna í Pf. Firum

Tekur við eftir Kristoffur Laksá, sum ikki tók við afturvali á aðalfundinum hesaferð

(Savnsmynd: setur.fo)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á aðalfundinum hjá Pf. Firum varð Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu vald í nevndina fyri Kristoffur Laksá, sum ikki tók við afturvali.

Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Sunnvør sum forkvinnu. Hini í nevndini eru Turið Mørkøre, Niels Winther, Heidi S. Mortensen og Unn V. Johannesen.

Landsstýrismaðurin við vinnumálum varar av Pf. Firum. Umframt val av nevndarlimum og góðkenning av ársroknskapi 2023 var framløga um virksemið hjá felagnum á skránni fyri aðalfundin.

Viðtøkurnar vórðu eisini broyttar soleiðis at felagið nú eitur Pf. Firum við hjánavninum Fiskaaling.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2024

15 Leygardagur 23. mars 2024

Tunnilsportalurin Øravíkarmegin liðugur

257 metrar eru eftir at spreingja í Fámjinstunlinum

(Mynd: J&K Petersen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrri portalurin í Fámjinstunlinum, tann sum er Øravíkarmegin, er liðugur.

Veggir og fundament eru stoypt á staðnum, meðan hválvini eru gjørd úr elementum. Eisini líður væl við vegarbeiðinum til sjálvan tunnilsmunnan, sigur byggifyritøkan J&K Petersen.

Farna vikuskiftið vóru 257 metrar eftir at spreingja, áðrenn ljós sæst í tunlinum Fámjinsmegin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2024

16 Leygardagur 23. mars 2024

Altjóða handil og marknaðarførsla í Føroyum 

Slóbrótandi menning á Glasi, nú Hærgi Nám fer at bjóða proffessiónsbachelor útbúgving innan altjóða handil og marknaðarførslu

Ole Gram-Olesen, rektari á cphbusiness, og Una Joensen, rektari á Glasi (Mynd: Glasir)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Komandi skúlaár verður slóðbrótandi fyri Hægri Nám á Glasi, tí tá fer skúlin at bjóða út professiónsbachelor útbúgving innan altjóða handil og marknaðarførslu.

Kanningar vísa, at tørvur er á at fáa miðallangar útbúgvingar settar á stovn í Føroyum, so tað ikki er neyðugt at fara av landinum at taka hesar.

Hægri Nám á Glasi hevur javnan bjóðað út marknaðarførslubúskap, sum er tvey-ára útbúgving, og nýggja professiónsbachelor útbúgvingin er beinleiðis framhald av hesi útbúgving. Umleið 70 fólk hava tikið marknaðarførslubúskap í Føroyum.

Nøkur teirra hava tikið framhald í Danmark, meðan onnur hava bíðað eftir, at professiónsbachelor útbúgvingin verður tøk í Føroyum, og tað gerst nú veruleiki.

Tað verður eisini gjørligt hjá teimum, sum lesa ella hava lisið tænastubúskap og fíggjarbúskap, at koma beinleiðis inn á nýggju professiónsbachelor útbúgvingina sum framhald. Eisini aðrar styttri ella miðal langar útbúgvingar geva atgongd eftir serligum treytum.

- Vit eru sera fegin um at bjóða hesa útbúgving út komandi ár. Tað er tørvur á at økja um útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum, so okkara ungdómur hevur eitt breitt úrval av útbúgvingum at velja í, sigur Una Joensen, rektari á Glasi.

Nýggja útbúgvingin verður boðin út sum partur av viðkaðum samstarvi við danska útbúgvingarstovnin, Cphbusiness, sum Hægri Nám á Glasi longu nú samstarvar við um marknaðarførslubúskap, fíggjarbúskap, tænastubúskap og PBA í innovatión og íverksetan.

Ole Gram-Olesen, rektari fyri Cphbusiness, og Una Joensen, rektari á Glasi, skrivaðu í februar mánaði undir víðkaða samstarvsavtalu, sum ger tað gjørligt at taka professiónsbachelor í Føroyum nú. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2024

17 Leygardagur 23. mars 2024

Landið væntar eitt lítið avlop í 2025

Arbeiðið er í gongd at tryggja betri javnvág millum útreiðslur og inntøkur komandi árini. Fíggjarmálaráðið roknar við avlopum á fíggjarlógini frá 2026 og frameftir

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Framskrivaða úrslitið á fíggjarlógini komandi ár verður 9,2 milliónir krónur í avlopi. Játtanarkarmarnir eru grundaðir á ein útreiðslukarm, sum verður 7.537,4 milliónir krónur næsta ár. Av hesum er raksturin 6.937,4 milliónir og løgurnar 600 milliónir krónur. Framskrivaðu inntøkurnar verða 7.546,6 milliónir krónur.

Tíðirnar eru góðar við lágum arbeiðsloysi, og tí eigur javnvágin millum inntøkur og útreiðslur at betrast, sigur landsstýriskvinnan. Ætlanin er tí at gera átøk í 2025, sum kunnu betra um úrslitið við 35 milliónum krónum. Haraftrat verður arbeitt við at tryggja fíggjarliga haldførið.

Ætlanin er eisini at broyta uppgerðina av inntøkunum frá avgjøldum á tilfeingisvinnurnar soleiðis, at frá 2025 fer ein størri partur beinleiðis í Búskapargrunnin. Tað hevur við sær minni inntøkur á 56,8 milliónir krónur í fíggjarlógini komandi ár.

Framskrivaða úrslitið eftir átøk á fíggjarlógini komandi ár verður 12,6 milliónir krónur í halli. Tað vísir uppskotið til samtyktar um játtanarkarmar fyri 2025, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, llegði fyri Løgtingið í gjár.

Almanna- og heilsuøkini dýrari
Tað eru serliga útreiðslurnar innan almanna- og heilsuøkini, sum vaksa komandi árini. Tað kemur av broyttu aldurssamansetingini og fólkavøkstri.

Væntast kunnu øktar útreiðslur til m.a. heilsutrygdarveitingar, Landssjúkrahúsið, serviðgerðir uttanlands, arbeiðsfremjandi tiltøk og fólkapensjón.

Íløgurnar verða mettar til 600 milliónir krónur komandi ár. Nógv av hesum eru íløgur til arbeiði, ið longu eru í gongd, t.d. Fróðskaparsetrið, tunnilin til Dals, miðnám á Kambsdali og KT-verkætlanir.

Átøk neyðug
Virkað verður á fleiri mótum fyri at tryggja ein meira haldføran búskap komandi árini. Átøk verða framd at tálma útreiðslur og økja inntøkur hjá landskassanum. Arbeiðið at gera eitt fíggjarpolitiskt regluverk er í gongd. Neyðugt verður við nýskipanum, sum skulu tryggja haldførið og vælferðina frameftir. Eitt nú er neyðugt at endurskoða pensjónsaldurin, sum Búskaparráðið hevur mælt til.

Uppskotið til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2025 vísir samanumtikið, at fíggjarpolitiska avbjóðingin, sum stendur fyri framman, er somikið stór og víðfevnd, at øll politiska skipanin eigur at standa saman um tey stig, sum eru neyðug fyri at tryggja javnvágina millum útreiðslur og inntøkur frameftir, heldur Ruth Vang, landsstýriskvinna.

Frágreiðing um játtanarkarmarnir 2025 kann lesast her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2024

18 Leygardagur 23. mars 2024

Føroyingar roykja nógv meira enn aðrir norðurlendingar

Nýggj kanning vísir, at 18 prosent av føroyingum roykja dagliga, og tað er ein nógv størri prosentpartur enn í hinum Norðurlondunum

 
SkrivaÐ:

Innsent

Gongdin í grannalondunum hevur leingi verið, at alt færri fólk roykja, men hjá okkum stendur at kalla í stað.

Hetta vísa nýggj tøl hjá Fólkaheilsustýrinum úr stóru fólkaheilsukanningini ”Hvussu hevur tú tað?” frá í heyst. Omanfyri 5.000 føroyingar millum 18 og 85 ár luttóku í kanningini. Somu kanningar frá 2015 og 2019 vístu, at ávikavist 19 og 17 prosent av føroyingum royktu hvønn dag, so støðan er so at siga óbroytt.

Á øðrum plássi fyri dagligar roykjarar í Norðurlondum liggur Danmark við 12 prosentum, sum er heili seks prosentstig lægri enn í Føroyum. Í hinum endanum liggja Svøríki og Ísland, har 6 prosent av fólkinum siga seg roykja dagliga.

[object Object]
Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ørkymlandi tøl

- Støðan er ørkymlandi, tí vit vita, hvussu vandamikil royking er fyri heilsuna, sigur Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum.

- Vit eiga tí at taka hesi tølini í størsta álvara og arbeiða miðvíst við átøkum, sum kunnu minka um roykingina millum føroyingar, leggur hann afturat.

Sambært kanningini eru fleiri kvinnur enn menn, sum roykja dagliga – ávikavist 19 og 17 prosent. Flestu dagligu roykjararnir hjá kvinnunum eru í aldrinum 35 til 54 ár, har umleið fjórða hvør kvinna roykir.

Hjá monnunum liggur tað meira javnt, og um fimti hvør maður millum 25 og 64 ár roykir hvønn dag.

Í yngstu aldursbólkunum tykist gongdin vera ein onnur, og hjá teimum 18 til 24 ára gomlu eru tølini týðiliga fallandi. Verður samanborið við 2015 er talið á dagligum roykjarum hjá monnum minkað niður í eina helvt (10 prosent) og hjá kvinnunum niður í ein triðing (7 prosent). Umráðandi er tó at leggja afturat, at tølini fyri aðrar nikotinvørur hjá hesum aldursbólkinum samstundis vaksa greitt sambært somu kanning. Hesi tølini verða klár at leggja fram seinni í vár.

Hugburður til royking

Tað góða er, at oman fyri 80 prosent av teimum, ið roykja hvønn dag, siga, at tey fegin vilja leggja av. Kanningin spyr eisini um hugburð til ymisk fyribyrgingarátøk í sambandi við royking og sølu av tubbaki, og umleið triði hvør heldur, at tað hevði verið eitt gott hugskot, um sølan av tubbaki varð avmarkað til at fara fram á útvaldum støðum so sum einum tubbakshandli e.l.

Fleiri hagtøl og meira kunning um kanningarúrslitini um royking eru at finna á https://folkaheilsustyrid.fo/kunning/77

Tíðindaskriv frá Fólkaheilsustýrinum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2024

19 Leygardagur 23. mars 2024

Breið semja um príseftirlit

Eftirlitið skal gera marknaðargreiningar og tryggja, at eitt nú almennar stuðulsskipanir veruliga koma brúkarunum til góðar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað var stór undirtøka fyri lógaruppskotinum frá landsstýrinum um broytingar í lógini um kapping. Málið var til aðru viðgerð í Løgtinginum í vikuni, og tá atkvøddu Sambandsflokkurin og Miðflokkurin saman við samgonguni fyri uppskotinum.

Fólkaflokkurin atkvøddi ímóti. Flokkurin metir, at Kappingareftirlitið við uppskotinum gongur ov nær rættinum hjá vinnurekandi at áseta vinning.

Endamálið við lógaruppskotinum er at geva Kappingareftirlitinum víðkaðar heimildir at gera marknaðarkanningar, so betur kann metast um, hvørt talan er um viðurskifti, ið mugu metast sum kappingaravlagandi.

Tað er greitt, at í einum lítlum marknaðarbúskapi sum tí føroyska er møguleiki fyri, at kappingin á einstøkum marknaðum er avmarkað og viðbrekin.

Uppskotið um príseftirlit er serliga komið í kjalarvørrinum av stóra prísvøkstrinum seinastu tvey árini, og teimum almennu stuðulsskipanum, sum eru í gildi fyri at fáa ferð á orkuskiftið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2024

20 Leygardagur 23. mars 2024

Føroyar fáa nú eitt brekumboð

Hetta varð einmælt samtykt í løgtinginum í vikuni, og tað merkir, at Almanna- og mentamálaráðið nú veruliga kann fara undir fyrireikandi arbeiði

- At seta á stovn eitt brekumboð er eitt nýbrot fyri føroyska samfelagið, og er endamálið at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek, sigur Sirið Stenberg. Løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2025 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Løgtingið hevur í vikuni einmælt samtykt uppskotið um løgtingslóg um brekumboð. Talan var um eitt uppskot, ið Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almannamálum, legði fyri Løgtingið fyri jól.

- At seta á stovn eitt brekumboð er eitt nýbrot fyri føroyska samfelagið, og er endamálið at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek. Tað hevur leingi verið tørvur á einum óheftum brekumboði í Føroyum, og tí fegnist eg um at lógin varð einmælt samtykt í Løgtinginum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Við nýggju lógini fær landsstýriskvinnan heimild til at seta á stovn eitt brekumboð, og eina nevnd, sum skal ráðgeva Brekumboðnum.

Heimasíðan hjá almanna- og mentamálum skrivar eisini, at lógin ásetir, at brekumboðið skal hava sum aðalmál at tryggja, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðiligari í almenna rúminum. Brekumboðið skal virka fyri, verja og hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

- Eisini skal brekumboðið hava ein upplýsandi leiklut um rættindi hjá fólki, ið bera brek. Sum ein liður í hesum arbeiði skal brekumboðið millum annað veita ráð og vegleiðing, um rættindi, kæru- og klagumøguleikar, og gera frágreiðingar og kanningar um viðurskifti hjá fólki, ið bera brek, skrivar Almanna- og mentamálaráðið.

Løgtingslógin um Brekumboð kemur í gildi 1. januar 2025. Almanna- og mentamálaráðið fer nú undir fyrireikandi arbeiðið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2024

21 Leygardagur 23. mars 2024

Javnstøðunevndin setti dagsskránna í New York

Í sambandi við kvinnurættindaráðstevnuna hjá Sameindum Tjóðum, CSW68, í New York, skipaði Javnstøðunevndin saman við norsku og svensku javnstøðu- og antidiskriminatiónsumboðunum fyri tiltakinum Nordic Models for Gender Equality

Umboð fyri norðurlendsku javnstøðumyndugleikarnar. Bjørk Maria Kunoy, forkvinna í føroysku javnstøðunevndini uttast til vinstru
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Serstaka og søguliga norska sjómanskirkjan á Manhattan var karmur um tiltakið hjá Javnstøðunevndini um norðurlendskar javnstøðumyndugleikar og teirra aktuellu avbjóðingar, samstarv og loysnir.

Á skránni var pallborðsfundur millum forkvinnuna í Javnstøðunevndini, Bjørk Mariu Kunoy, svenska javnstøðuumboðið, Lars Arrhenius, og norska javnstøðu- og antidiskriminatiónsumboðið, Bjørn Erik Thon. Saman settu tey leiklutin hjá norðurlendskum javnstøðumyndugleikum undir luppin.

Aftrat teimum luttóku eisini Maja Kristina Jåma, sum er limur í norska sámatinginum, umframt Claru Berglund, aðalskrivara, og Solveig Hagen Strand, nevndarlim í ávíkavíst svensku og norsku kvinnufelagasamskipanini, nevnd Women’s Lobby. Samstarvið millum javnstøðumyndugleikar og áhugafelagsskapir og aðrar áhugapartar er avgerandi fyri felags endamálið, sum er at beina burtur mismun vegna kyn, og snúði kjakið seg um, hvussu avbjóðingarnar í dag kunnu loftast á bestan hátt.

Forkvinnan í Javnstøðunevndini greiddi frá breitt fevnandi arbeiðinum hjá nevnini, ið er bæði kærumyndugleiki og ráðgevi í javnstøðumálum, umframt at viðgera týdningarmikil javnstøðumál. Bjørk Maria Kunoy vísti á, at meðan arbeiðsøkið hjá Javnstøðunevndini er ógvuliga breitt, er fíggingin og starvsfólkaorkan avmarkað, og at nevndin tí er tengd at tøttum samstarvi við eitt nú áhugafelagskapir og stovnar, millum aðrar Fróðskaparsetur Føroya:

– Í Føroyum hava vit avmarkað tilfeingi at røkja tær nógvu uppgávurnar, sum eru á javnstøðuøkinum, og tí noyðast vit at hava tætt samstarv við myndugleikar aðrastaðni, eitt nú í Norðurlondum, og leita vit okkum vitan, ið onnur, ið hava størri starvsfólka- og pengaorku enn vit, hava savnað og viðgjørt. Tí er tað av alstórum týdningi, at Javnstøðunevndin, politikarar og onnur, ið varða av og viðgera javnstøðumál, luttaka á ráðstevnum sum CSW. Tí talan er um eina av týdningarmiklastu ráðstevnum, har øll gransking, royndir og vitan í heimshøpi er savnað á einum stað. Tað kann ikki metast í pengum, sigur forkvinnan í Javnstøðunevndini.

Allir javnstøðumyndugleikar vóru á einum máli um, at millum fremstu avbjóðingarnar á javnstøðuøkinum í Norðurlondum er ójavna arbeiðsbýtið og lønarlagið millum kynini. Tað er av alstórum týdningi, at menn og kvinnur í størri mun taka sær av óløntu arbeiðsbyrðuni heiminum í felag, soleiðis at bæði menn og kvinnur á jøvnum føti kunnu luttaka á arbeiðsmarknaðinum og harvið hava somu møguleikar at verða fíggjarliga sjálvbjargin.

Í heyst verður Javnstøðunevndin vertur fyri árliga samstarvsfundinum millum allar javnstøðumyndugleikarnar í Norðurlondum. Harumframt hevur Javnstøðunevndin avtalað fundir við fleiri norðurlendskar áhugafelagsskapir, sum hon hittist við í New York, fyri at at lata upp fyri enn meira norðurlendskum samstarvi í sambandi við temað á ráðstevnuni, sum var fíggjarlig javnstøða millum kyn.

Tíðindaskriv frá Javnstøðunevndini

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2024

22 Leygardagur 23. mars 2024

Fólkafundurin verður nú tikin uppaftur

Ætlandi verður fundurin hildin í Runavík í heyst. Fólkaræðislig røkt er bulurin í átakinum, boða fyriskipararnir frá

Ólavur í Geil, fyriskipari, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri. Runavíkar kommuna og fyriskipararnir eru vorðin samd um at endurreisa væl umtókta Fólkafundin, sum annars var hildin í árunum frá 2012 til 2015
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Átakið Fólkafundurin verður nú tikið uppaftur. Ætlandi verður fundurin hildin í Runavík í heyst. Fólkaræðislig røkt er bulurin í átakinum.

Runavíkar kommuna og fyriskipararnir handan Fólkafundin eru vorðin samd um at endurreisa væl umtókta Fólkafundin, sum annars var hildin í árunum frá 2012 til 2015. Samfelagið er nógv boytt hesi árini síðan seinasta Fólkafundin, og áhugi er fyri, og fleiri áheitanir eru komnar, um at taka Fólkafundin uppaftur, og ætla vit at ganga hesum á møti. 

Endamálið við Fólkafundinum er framvegis hitt sama. Tað snýr seg um fólkaræðisligt orðaskifti millum fólk, feløg og myndugleikar – eisini um at styrkja nærdemokratiið.

- Sum sagt hava feløg longu sýnt áhuga fyri at luttaka, og longu nú er ein fyrilestur um kommunala bygnaðin í Føroyum settur á skrá, sigur Ólavur í Geil fyriskipari.

Runavíkar kommuna verður karmur um Fólkafundin, og kommunan fer sjálvandi at vísa seg frá sínari bestu síðu í døgunum 27. og 28. september/ 4.- 5. oktober í Bylgjuni við Løkin. At kommunuval verður hildið í Føroyum hin 12. november í ár, er hartil ein týðandi leikari í fyrireikingini.

- Vit eru ómetaliga glað fyri at Fólkafundin aftur verður fyriskipaður. Føroyar hava til eina og hvørja tíð tørv á, at fólkaræðið verður styrkt við slíkum átaki, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2024

23 Leygardagur 23. mars 2024

ES umboðskvinna sær stórar møguleikar fyri samstarvi við Føroyar

Nýggja samstarvsavtalan millum Føroyar og ES gevur møguleika fyri atlimaskapi í Erasmus+, og slíkt kann gagna Føroyum, sigur Clara Ganslandt, ið hevur havt fund við Granskingarráðið

Á myndini frá vinstu: Maria Húsgarð, Clara Ganslandt og Dagmar Joensen-Næs (Mynd: gransking.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar fáa nógv burtur úr samstarvinum við ES, men enn eru fleiri stórir møguleikar, ið kunnu troytast. Serliga eru tað skipanir sum Erasmus+ og Creative Europe, Føroyar kunnu fáa stórt gagn av.

Tað heldur Clara Ganslandt, ið er serkøn umboðskvinna hjá ES í arktiskum viðurskiftum. Tað skrivar Granskingarráðið á heimasíðu sínari. Undir sínari vitjan í Føroyum hevur Ganslandt vitja hjá júst Granskingarráðnum og eisini Tórshavnar kommunu.

- ES-umboðið fekk nágreiniliga kunning um ES-verkætlanir, ið føroyskir granskarar og nýskaparar luttaka í, og um hvørjar møguleikar og avbjóðingar liggja í granskingarsamstarvinum millum Føroyar og ES. Umboðskvinnan var sera áhugað í at virka fyri at menna samstarvið, serliga á arktiska økinum. Hon helt eisini, at Føroyar eiga at gera sítt til at víðka samstarvið til eisini at fevna um serliga Erasmus+, sum er ein stuðulsskipan fyri útbúgvingarsamstarv, skrivar gransking.fo

Nýggja samstarvsavtalan millum Føroyar og ES gevur møguleika fyri atlimaskapi í Erasmus+, men ávísar treytir skulu lúkast fyrst. Góðkenningar og avtalur skulu fáast uppá pláss, og ein tjóðarskrivstova, sum umsitur limaskapin, skal setast á stovn. Luttøka í Erasmus+ kann vera við til at byggja upp netverk, ið gera tað lættari hjá føroyskum granskarum at koma við í Horizon verkætlanir hjá ES.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2024

24 Leygardagur 23. mars 2024

Dalstunnilin liðugur í 2026

Ætlanin er at gera vegirnar í tunlinum í 2025 og 2026 og at leggja installatiónir, trygdarútgerð og ljós í 2026

Síðsta skotið fyri Dalstunlinum varð latið 9. november 2023 (Mynd: Landsverk)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Dalstunnilin verður væntandi liðugur í 2026. Tað skrivar Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum, í svari til Jóhannis Joensen, tingmann fyri Javnaðarflokkin, í grein 52 fyrispurningi.

Tingmaðurin spurdi hvussu tað gekk við arbeiðinum við Dalstunlinum, og um tíðarætlanin heldur.

Landsstýrismaðurin sigur, at arbeiðið hevur sum heild gingið væl. Fyrsta skotið varð latið av 5. november 2020 og tunnilin varð skotin í gjøgnum 9. november 2023.

Ymisk arbeiði eru síðani gjørd í tunlinum, og arbeitt hevur verið við at breiðka vegir í Dali og í Húsavík við alvopsgróti frá tunlinum. Miðað verður eftir, at tunnilin verður liðugt tryggjaður í 2024, at portalarnir verða gjørdir, og at partar av vegunum uttan fyri tunnilin verða endaliga lidnir, sigur Dennis Holm.

Ætlanin er at gera vegirnar í tunlinum í 2025 og 2026, og at leggja inn tekniskar installatiónir, trygdarútgerð og ljós í 2026. Í løtuni er ein partur av arbeiðinum inni í tunlinum nakað seinkað, tí tað hevur verið neyðugt at lýsa eftir nýggjum starvsfólkum til tunnilsarbeiðið.

Tunnilin verður væntandi liðugur í 2026, men tað er treytað av játtan, og at arbeiðið gongur, sum tað skal. Í ár eru 25 milliónir krónur játtaðar til verkætlanina, og eftir verandi íløguætlan verða 35 milliónir játtaðar í 2025 og at enda 30 milliónir krónur í 2026, sum skuldi verið nóg mikið, sigur landsstýrismaðurin í svarinum.

[object Object]Fyrsta skotið fyri Dalstunlinum 5. november 2020 (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2024

25 Leygardagur 23. mars 2024

Bygdaráðslimur mótmælti, at hann var vístur av fundi – men fekk ikki viðhald

Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu hevði heimild at biðja bygdaráðslim halda seg burtur frá kommunustýrisfundur hóast hann sat á áhoyraraplássunum

Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Um ein kommunustýrislimur er ógegnigur í einum máli og hevur biðið eykafólk umboða seg á fundi, so kann viðkomandi kommunustýrislimur ikki vera til staðar, tá málið verður viðgjørt.

Heldur ikki um talan er um almennan bygdaráðsfund.

Hetta er niðurstøðan hjá Kommunala eftirlitinum í einum klagumáli, har ógegnigi býráðslimurin kærdi um, at borgarstjórin hevði biðið hann fara út tá málið varð viðgjørt, hóast hann sat á áskoðaraplássunum á almennum kommunustýrisfundi.

Tað er Skálavíkar kommuna, sum kunngerð niðurstøðuna hjá Kommunala eftirlitinum.

Tað var á einum býráðsfundi í heyst, at borgarstjórin í Skálavík bað bygdaráðslimin, ið var ógegnigur um at halda seg uttanfyri, meðan málið varð viðgjørt á almennum bygdaráðsfundi.

Bygdarráðslimurin var sjálvur klagari í einum máli um byggisamtykt, og hevði tí ikki gegni til at vera við í viðgerðini av málinum.

Við heimild í Kommunustýris- og Fyrisitingarlógini hevur Kommunala eftirlitið givið borgarstjóranum í Skálavíkar kommunu viðhald í, at hann hevði heimild til biðja kommunustýrislimin fara av fundi meðan málið varð viðgjørt.

Frágreiðingin hjá Kommunala eftirlitinum sæst her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2024

26 Leygardagur 23. mars 2024

250.000 krónur til verkætlanir um vatn

Hvørt ár velur Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin, og umhvørvisevnið í ár er vatn

(Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tórshavnar kommuna letur 250.000 krónur í stuðli til verkætlanir um vatn.

Hvørt ár velur Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin, og umhvørvisevnið í ár er vatn, skrivar kommunan á heimasíðu síni.

– Valdu umhvørvisevnini leggja seg aloftast upp at einum ella fleiri av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning. Umsóknir um umhvørvisstuðul skulu sum meginregla halda seg innan valda evnið. Tó kunnu aðrar viðkomandi verkætlanir eisini fáa stuðul, sum liggja innan fyri endamálsorðingina fyri stuðul til umhvørvistiltøk.

– Umhvørvisevnið í 2024 er vatn. Vatn hevur verið nógv frammi í seinastuni – bæði drekkivatnið, svimjivatnið í áum, ósum og á sjónum og ikki minst spillivatnið. Við hesum evni verður arbeitt serliga við heimsmálunum nr. 6 og nr. 14, skrivar Tórshavnar kommuna.

Heimsmál nr. 6

Reint vatn og reinføri skal tryggja øllum, at vatn og reinførisviðurskifti eru í lagi og umsitin á burðardyggan hátt.

Vit skulu millum annað betra um vatngóðskuna við at minka um dálking, steðga dumping av burturkasti og minka sum mest um útlátið av vandamiklum kemiskum evnum og tilfari. Nøgdirnar av óviðgjørdum spillivatni skulu skerjast, og endurframleiðsla og endurnýtsla verður økt nógv um allan heim.

Og vit skulu verja og endurskapa vistskipanir, tengdar at vatni, sum fevna um fjøll, skóg, mýrilendi, áir, grundvatnsgoymslur og vøtn.

Heimsmál nr. 14

Heimsmál 14 snýr seg um at verja lívið í havinum. Vit skulu varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

Freistin at søkja um umhvørvisstuðul er 31. mars, og á umhvørvisvikuni, sum verður í viku 19, verður kunngjørt, hvørjar verkætlanir fáa stuðul.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2024

27 Leygardagur 23. mars 2024

Tórshavnar Havn tekur stig á burðardyggari kós

Tórshavnar havn er vorðin partur av netverkinum EPI – Environmental Port Index

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hetta er eitt týðandi stig á burðardyggari kós hjá Tórshavnar havn og Tórshavnar kommunu. Serstakliga, tá tað ræður um cruiseferðavinnuna.

Í september í fjør vóru Tórshavnar havn og aktørar innan cruiseferðavinnuna á kunnandi fundi í Havn við EPI. Tá fingu partarnir kunning um skipanin, og hvønn týdning hetta hevur fyri havnirnar og móttøkubýirnar.

Millum luttakararnar vóru umboð fyri føroysku ferðavinnuna, havnirnar, politikkarar, agentar, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands.

Hanus Mikkelsen, stjóri í Tórshavnar havn, heldur at tað, at Tórshavnar havn er vorðin partur av EPI fer at gagna bæði Tórshavnar havn og Tórshavnar kommunu.

– Vit gleða okkum at brúka royndirnar frá EPI at menna eina grønari og meira ábyrgdarfulla cruiseferðavinnu. Hetta fer at vísa á Tórshavnar havn og Tórshavnar kommunu sum eitt frálíkt ferðamál. Tað vísir eisini, at vit vilja ganga undan, tá tað ræður um burðardygd.

Í ár fer Tórshavnar havn at savna tilfar og máta, hvussu ferðamannaskip ávirka umhvørvið. Gjøgnum EPI kann hetta nýtast til at gera eina møguliga gjaldskipan, har tey skip, ið dálka mest, rinda meira, enn skip, sum dálka minni.

Við støði í royndunum fer Tórshavnar havn í 2025 at taka støðu til, um ein differentiera gjaldskipan skal setast í verk.

Fleiri enn 30 havnir í norðurlondum eru limir í EPI. Tórshavnar havn er einasta føroyska havnin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2024

28 Leygardagur 23. mars 2024

Ovi Brim verður skipaður í embætið sum próstur

Annan páskadag klokkan 11 er Gøtu kirkja karmur um søguliga hending, tá Ovi Brim verður skipaður í próstaembætið

Ovi Brim (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Annan páskadag klokkan 11 er Gøtu kirkja karmur um søguliga hending. Henda dagin skipar biskupur Ova Brim í embætið sum próstur.

Embætið er nýtt. Tað nemur nakað av tí, ið dómpróstur og biskupur áður hava havt um hendi. Tað vil siga, at leiðslan í fólkakirkjuni betur fær stundir at røkja sínar uppgávur, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Próstur røkir fleiri uppgávur biskupsins vegna, t.d. viðurskiftini hjá prestunum. Hann tekur sær av strategiskum málum, ið er menning av kirkjulívinum. Hann skal menna talgildar mannagongdir í fólkakirkjuni í tráð við eftirspurningin í samfelagnum.

Eitt annað mál, ið embætisliga er próstsins burturav, er at hava eftirlit við kirkjubókunum og í hesum sambandi hava ábyrgd av samskiftinum millum kirkjuna og stovnar landsins.

- Próstur er fyrst og fremst – eins og dómpróstur og biskupur – prestur. Okkara kall er at boða evangeliið um Jesus Krist menniskjum til signingar og Guði til heiðurs, sigur Jógvan Fríðriksson.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2024

29 Leygardagur 23. mars 2024

Nýggj nevnd í Føroya Pro Vita

Rebekka Fuglø Poulsen er nýggj forkvinna í Føroya Pro Vita

(Mynd: Føroya Pro Vita)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroya Pro Vita hevði 20. februar aðalfund, og nýggj nevnd varð tá vald.

Nevnin hevur nú skipað seg, og tað er við nýggjari forkvinnu. Nýggja forkvinnan er Rebekka Fuglø Poulsen.

Soleiðis hevur nevndin skipað seg
Rebekka Fuglø Poulsen, forkvinna
Björk Sadembou, varaforkvinna
Noomi Gregersen, skrivari
Nigro Bjarki Hermansen, kassameistari
Birita Lamhauge Jóansdóttir, nevndarlimur
Paulina Fuglø, eykanevndarlimur
Ruth Norðgerð er í farloyvi og er ikki við á myndini

Føroya Pro Vita er ein sjálvboðin hjálparfelagskapur, sum hevur til endamáls at verja lív, frá gitnaði til náttúrligan deyða.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2024

30 Leygardagur 23. mars 2024

Tak ikki óneyðugar kjansir

Brúkar tú blinkaran? er spurningurin í nýggja átakinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í ferðsluni er neyðugt at vera árvakin. Tú má hyggja teg væl um. Ikki lata teg órógva óneyðugt og hugsavna teg um tað, sum hevur týdning í ferðsluni. Og tú má ikki taka óneyðugar kjansir. 

Minnist tú eisini at vísa hinum í ferðsluni, hvønn veg tú ætlar tær?

Hetta er kjarnin í nýggja átakinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Tí tað kann elva til ørkymlan og vandastøður, um bilførarar gloyma at blinka.

Í hesum sambandi hava vit verið ein túr í studio og fingið Marius DC at hjálpa okkum. Úrslitið er ’Brúkar tú blinkaran’, sum millum annað staðfestir ”Eg skilji ikki, hvussu tað kann vera so ’svert’ at vísa hvønn veg tú fert!”

Ljóðlýsingin verður at hoyra á útvarpsrásunum og á sosialu pallunum hjá RFF. Átakið byrjar í dag og heldur fram í tríggjar vikur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2024

31 Leygardagur 23. mars 2024

Seta sjóneykuna á ung á norðurlandadegnum

Skipað verður fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum seinnapartin við kjaki og framløgum sæð frá einum ungum sjónarhorni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Norðurlandadagurin 23. mars í ár setur sjóneykuna á norðurlendskt samstarv, sæð frá einum ungum sjónarhorni. Norðurlandahúsið verður karmur um eitt spennandi og áhugavert ungdómstiltak við framløgum, tónleiki og kjaki, har tað at vera ungur í norðurlondum er á breddanum.

Norðurlandahúsið, NORA, Norrøna Felagið í Føroyum og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið bjóða til ein seinnapart, har trivnaður í økinum, og serliga í útjaðaranum, er í fokus. Tilmælini, sum vórðu samtykt á Ungdommens Nordiske Råd í Oslo á heysti í 2023, leggja støði undir dagsins evnum.

Ung úr Føroyum, Íslandi og Danmark leggja fram um norðurlendskar samstarvsmøguleikar og skipanir, sum styrkja økið, og aftaná verður panelkjak.

Eitt tónleikainnslag verður við næmingum sum ganga á tónleikabreytini á NámX. Tey eru ein spírandi talentfullur ungdómur og hetta kann heilt víst vissa okkum um, at framtíðin hja tónleikalívinum er bjørt.

Borðreitt verður við brellbitum, kaffi og køku.

Skráin:

Vælkomin: Bjarni Kárason Petersen, norðurlendskur samstarvsráðharri

Framløga: Tilmæli frá Ungdommens Nordiske Råd í Oslo – Jóhannis Erlendsson, limur í Framsøkin Ung

Framløga: Royndir frá Norðuratlantiska studentaflokkinum – Svava Þóra Árnadóttir, fyrrverandi næmingur úr Íslandi

Framløga: Nordjobb, ein starvsmøguleiki hjá ungum í norðurlondum – Jonas Okkels Sørensen, nordjobbari úr Danmark

Norðurlendska Herðaklappi: Viðurkenning fyri serligt avrik innan norðurlendskt samstarv í Føroyum 

Tónleikainnslag: Næmingar á tónleikabreytini á Nám X framføra.

Steðgur og lætt ábit

Panel: Kjak millum ungar og eldri nordistar. Hvussu kunnu norðurlond blíva tað mest kappingarføra og integreraða økið, sætt frá einum ungum sjónarhorni. Panelluttakarar:

- Bjarni Kárason Petersen, norðurlendskur samstarvsráðharri
- Johan Dahl, limur í Norðurlandaráðnum
- Jógvan Jón Henriksen, luttakari í Nordregio verkætlan
- Jóhannis Erlendsson, limur í Framsøkin Ung
- Eyðdis Hartmann Niclasen, limur í Útnorðurráðnum
Orðstyrari: John Johannesen, miðlafólk


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2024

32 Leygardagur 23. mars 2024

Móðurmálsdagurin verður hátíðarhildin í Varpinum

Stóra tiltakið verður mánadagin í Klaksvík. Tað er alment og byrjar klokkan 16

- Tú hugsar kanska, at tað sigur seg sjálvt, at føroyingar tosa føroyskt. Men tað sigur ikki seg sjálvt (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tú hugsar kanska, at tað sigur seg sjálvt, at føroyingar tosa føroyskt. Men tað sigur ikki seg sjálvt. Tí eins og hetlendingar tosa enskt í dag, kundu vit tað sama tosað danskt. Orsøkin til, at vit hava megnað at varðveitt okkara móðurmál, er, at nakrar eldsálir hava givið okkum okkara egna skriftmál, skúlamál, kirkjumál og yvirhøvur tikið megnartøk føroyskum máli at frama.

Men uppgávan hjá okkum er ikki liðug enn, og avbjóðingin er ikki minni í dag. Á móðurmálsdegnum 25. mars koma eldsálir aftur saman at umrøða viðurskifti, sum eru málinum at gagni.

Móðurmálsdagurin verður hildin í Varpinum, nýggja og stórfingna mentanarhúsinum í Klaksvík. Nýggja Stavsetingarorðabókin verður løgd fram á tiltakinum, sum er í tveimum pørtum, men við fjølbroyttari skrá, eitt nú framløgum, hugleiðingum, skemtiligum innsløgum og góðum føroyskum tónleiki. Teknmálstulkur er sjálvandi eisini við á degnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2024

33 Leygardagur 23. mars 2024

Hanne Marit Mordal Iversen í Løkshøll 24. mars

Hon hevur seinastu gjørt vart við seg í fínum selskapi. Hanne er uppvaksin í Noregi, men hevur ættarbond til Kvívíkar. Sunnudagin klokkan 16 framførir hon saman við klaverleikaranum Harald Ramm Haugland

Iversen ættarbondini eru úr Kvívík, men hon er uppvaksin í Molde í Noregi. Í løtuni er hon í gongd við eina master og er eisini fastur partur av elitukórinum Det Norske Solistkort
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Unga gávuríka sangstjørnan Hanne Marit Mordal Iversen, hevur bergtikið bæði áhoyrarar, ummælarar og dómsnevndir runt um í heiminum. Sunnudagin 24. mars fer hon á pallin í Løkshøll at framføra eina røð av sangperlum fyri sopran saman við norska klaverleikaranum Harald Ramm Haugland.

Iversen ættarbondini eru úr Kvívík, men hon er uppvaksin í Molde í Noregi. Hanne Marit byrjaði at spæla klaver sum barn, men tá ið hon fór á Toneheim Folkehøgskole skifti hon klaverið út við sang. Hon hevur síðani tikið eina bachelor útbúgving við NTNU í Tróndheimi, Hochschule für Musik und Theater í München og Norges Musikkhøgskole í Oslo. Í løtuni er hon í gongd við eina master, og er eisini fastur partur av elitukórinum Det Norske Solistkort, har hon syngur í kórinum, og er solistur, tá ið navnframa kórið framførir á heimabana og runt um í Evropa. 

Her heima hava vit notið gott at hennara framúr flottu sopranrødd á nýggjárskonsertini í 2023, tá ið hon framførdi ariuna "O zittre nicht" eftir Mozart saman við Føroya Symfoniorkestri og í verkinum "Dixit Dominus" eftir Händel. Um páskirnar verður hon eisini solistur, tá ið Brahms Requiem verður framført runt um í landinum. 

Norski klaverleikarin og tónasmiðjurin Harald Ramm Haugland fer at hava klaverfylgispælið á konsertini í Løkshøll, og verður hann eisini at síggja á listanum yvir tónasmiðjir til okkurt av verkunum, ið tey bæði í Duo Trio fara at framføra. Á skránni verða eisini verk eftir m.a. Edvard Grieg og Jógvan Waagstein. 

Konsertin verður sunnudagin 24. mars kl. 16 og varir ein tíma. Atgongumerki til konsertina eru at fáa á loksholl.fo og við dyrnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2024

34 Leygardagur 23. mars 2024

Jard Samuelson kemur aftur til Føroya

20. apríl verður country- og gospel konsert í Lívdini í Hoyvík við yngsta av kendu svensku Samuelsons brøðrunum

Jard og Carina Samuelson
SkrivaÐ:

Jákup Bech Jensen

Helst eru tað mong, sum við gleði minnast aftur á konsertirnar í 1970unum við Samuelson brøðrunum úr Svøríki. Teir fýra brøðurnir vóru Rolf, Kjell, Olle og Jard Samuelson.

Fyrsta konsertin við Samuelsons í Føroyum var í 1975 í høllini á Hálsi. Høllin var fullsett. Jard, sum er yngsti beiggin, sigur, at hann minnist, hvussu væl móttiknir teir vóru, tá ið teir komu til Føroya, og hvussu hugaligt tað var at spæla og syngja í eini fullsettari ítróttarhøll. Eisini var hann hugtikin av vøkru føroysku náttúruni.

[object Object]Samuelson-brøðurnir í 1970'unum. Frá vinstru Olle, Jard, Kjell og Rolf

Aftur til Føroya í 1976 og 1977

Vegna stóru undirtøkuna varð avgerð tikin um at fáa Samuelson brøðurnar aftur til Føroya sum skjótast. Avtala varð so gjørd um, at teir skuldu koma aftur árið eftir. Tá var áhugin enn sera stórur, og aftur var høllin fullsett. Tí varð avgerð tikin um at gera enn meir burturúr árið eftir.

Av tí at undirtøkan hevði verið so stór bæði í 1975 og 1976, varð avgjørt, at í 1977 skuldu Samuelson brøðurnir ikki bara hava eina konsertferð til Føroya, men eina í januar og so eisini eina í september. Samuelsons vóru so væl umtóktir, at mann metti, at tað ikki var nokk við konsert í Havn. Tí varð skipað fyri konsert í Klaksvík og í Hvalba. Allar konsertirnar vóru útseldar.

Pat Boone kom við Samuelson brøðrunum

Í 1977 var Pat Boone á konsertferð í Norðanlondum, saman við Samuelson brøðrunum.

Konsertin í januar 1977 var tí serlig, tí umframt at fáa svensku brøðurnar aftur til Føroya, so var heimsstjørnan Pat Boone við á ferðini.

Pat hevði konuna Shirley og tvær døtur við á ferðini, og tær sungu saman við honum. Áðrenn tey komu til Føroya at hava konsert, høvdu tey havt konsert í Finnlandi, Svøríki og Noregi. Eftir konsertina í Føroyum, gekk leiðin til Niðurlond.

Fýra gjørdust tríggir

Í 1981 doyði elsti beiggin, Rolf Samuelson. Eftir hetta hildu hinir tríggir beiggjarnir á í nøkur ár. Teir vóru í Føroyum einaferð i 1980unum.

Eftir at teir tríggir samdust um at gevast, byrjaði Jard í 1986 at syngja einsamallur. Í 1988 giftist hann við Carinu, sum eisini er sangari. Tey bæði hildu so á við tónleikalívinum. Seinri kom sonur teirra, Magnus, at framføra saman við foreldrunum.

[object Object]Carina, Jard og sonurin Magnus Samuelson

Jard kemur aftur til Føroya

Eg gleði meg nógv at koma aftur til Føroya, hesaferð uttan brøður mínar, men saman við konuni og soninum, sigur Jard.

Hann vónar, at nógv fólk koma á konsert, og at hann fær møguleika at heilsa uppá nógv av teimum, hann kennir frá tíðini við Samuelsons. Tónleikurin, tey framføra, er ein blanding av dansiband, country og gospel.

Tað er Praise Him, sum skipar fyri konsertini, sum verður 20. apríl kl. 20 í Lívdini í Hoyvík.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2024

35 Leygardagur 23. mars 2024

Av tilvild, at Samuelsons komu til Føroya

Svágurin, Halleluja Sofus, fann telefonnummarið á plátuhúsanum

Victor Carlsen
SkrivaÐ:

Jákup Bech Jensen

Í apríl kemur Jard Samuelson aftur til Føroya at hava konsert, 50 ár eftir at byrjað varð at planleggja fyrstu ferðina hjá honum og brøðrum hansara til Føroya.

Jard er tann yngsti av teimum fýra Samuelson brøðrunum, sum vóru í Føroyum fimm ferðir í 70unum og 80unum.

Undangongumaðurin Victor Carlsen

- Eg veit ikki, hvaðan eg fekk fyrstu plátuna av Samuelsons, men mær dámdi sang og tónleik teirra sera væl, sigur Victor.

Ein dagin, tá hann og svágurin Sofus Hansen (Halleluja Sofus) lurtaðu eftir plátuni, fóru teir at snakka um, at tað hevði verið stuttligt at fingið Samuelsons til Føroya. Hetta var akkurát tónleikur, sum føroyingum hevði dámt.

- Ring til Uppsala!

Sofus hevði plátuhúsan í hondini, og sigur knappliga, at har er eitt telefonnummar í Uppsala. Sofus helt, at Victor átti at ringt og roynt at fingið avtalu í lag um at fáa Samuelsons til Føroya.

Victor ringir, og tað eydnast honum at fáa avtalu um at møtast í Stokkhólmi. Tað passaði væl, tí Victor skuldi til Danmark við kórinum í Filadelfia við Landavegin í Havn. So túrurin til Stokkhólm gjørdist eitt framhald av túrinum til Danmarkar.

Fáa avtalu í lag

Rolf Samuelson, sum var tann elsti av Samuelson brøðrunum, tók ímóti Victori á flogvøllinum. Victor merkti við tað sama, hvussu vinaligur og jaligur Rolf var. Hann vísti Victor teirra nýggju skrivstovu, og skjótt var avtalan komin uppá pláss. So var at fáa øll praktisk viðurskifti uppá pláss.

Victor fekk leigað Høllina á Hálsi. Tað var skjótt fingið upp á pláss, men avbjóðing var, at tað vóru eingir stólar í ítróttahøllini. So Victor mátti runt alla Havnina at lána stólar.

Hann fekk fylt høllina við stólum og tað var gott, tí tá ið konsertin byrjaði, var ikki ein tómur stólur.

Jard Samuelson aftur til Føroyar

Jard hevur konsert í Føroyum 20. apríl kl. 20 í Lívdini í Hoyvík. Hendan konsertin er við Jard, konuni Carinu og soninum Magnus.

Victor gleðist um, at yngri kreftir hava fingið hesa konsert í lag, og á tann hátt bera kyndilin víðari. Eisini er hann glaður um, at næsta Samuelson ættarliðið er við á ferðini. Magnus, sonur Jard, er elektrikari og hevur egna fyritøku. Men hann gleðist um møguleikan at koma til Føroya, sum pápi hansara hevur sagt honum so nógv um.

Halleluja Sofus hitar upp

Tað var Halleluja Sofus, sum fyri 50 árum síðani fekk Victor at ringja til Samuelsons.

Nú Jard og familjan vitja aftur, fær Sofus ein heldur øðrvísi leiklut. Sofus skal á pallin at hita upp. Jard er sera fegin um, at eingin minni enn Sofus skal byrja kvøldið, við síni serstøku rødd.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2024

36 Leygardagur 23. mars 2024

Nick Carter spælir á Voxbotn

Hann hevur ríkað kvinnuhjørtu síðan hann var tannáringur, og 29. juni spælir hann í Vágsbotni

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hetta er eitt hál av teimum heilt stóru. Heimskendu Backstreet Boys hava bert konsertir í Las Vegas komandi mongu árini, men ein av limunum í dreingjabólkinum, Nick Carter, hevur avgjørt at leggja leiðina framvið Føroyar til Voxbotn í summar.

- Vit kenna hann frá løgum sum 'I want it that way' og 'Quit playing games with my heart'. Hesin harrin hevur ríkað kvinnuhjørtu líka síðan hann var tannáringur og áhugin fyri honum er ikki minkaður við árunum, siga fyriskipararnir.

Eftir ein steðg uppá sjey ár, hava fjepparar kring allan heim bíðað eftir, at hann ger sítt comeback. Og tað er nú. Tað er gravgangur hjá fyriskiparum at fáa fatur á Nick, eins og tað er gravgangur hjá fjepparunum at fáa fatur á atgongumerkjum.

- Í Føroyum eru vit nú so heppin, at tað er eydnast okkum at sleppa uppí part. Nick Carter er nærum betri umtóktur enn nakrantíð og er tað sera stórt, at tað hevur eydnast Voxbotn at fáa hann til Føroya. Hetta kemur hann, í samband við hansara 'Who Am I' konsertferð í gjøgnum Europa, saman við orkestri sínum.

Hetta verður ein syngið við løta av teimum heilt stóru, tá løg sum 'Everybody', 'Shape of My Heart' og 'As long as You Love Me' fara at runga í býnum. Fyriskipararnir vænta, at hetta verður ein av orsøkunum til, at Voxbotn enn einaferð verður útselt í 2024.

Frammanundan er greitt, at Justin Jesso, Peter A.G., Tobias Rahim og Gobs koma á Voxbotn 2024 sum verður 29. juni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2024

37 Leygardagur 23. mars 2024

Nelly Moar er 20. navnið á G! skránni

Talan er um ungt stjørnuskot, sum tey í Noregi hava stórar vónir til

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Norsku miðlarnir eru ikki í iva: Nelly Moar er størsta R&B vónin, tey eiga, og í juli verður hon at hoyra í Syðrugøtu.

Talan er um ungt stjørnuskot, sum longu hevur verið tilnevnd Spellemannprisen. 

Við uppruna í djasslærdómi spælir Nelly Moar sína egnu tulking av R&B, har hon snildisliga blandar 2-step upp í kantutu og heitu framleiðslurnar. 

Umboð fyri G! festivalin var har, tá ið Nelly Moar herfyri spældi við bólki sínum fyri fullum sali í Groningen, Hollandi.

- Framførslan var fullkomiliga framúr. Ótrúliga evnaríku tónlistarfólkini, sum øll hava gingið í djasskúla saman, hava handverkið upp á pláss, og spæla ómetaliga væl saman. Tað verður ein gløðandi løta, tá ið Nelly Moar trínur á pallin á G! 2024.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2024

38 Leygardagur 23. mars 2024

Deiggj útgávukonsert í Løkshøll í kvøld

Spæla allar sangirnar á nýggju LP-plátuni umframt aðrar sangir, sum vælumtókta orkestrið hevur givið út gjøgnum árini

Deiggj eru aftast f.v. Páll Holm Lave, Pætur Mohr Dam, Sverri Heinesen og Fróði Vestergaard. Fremst f.v. Dennis Lave og Rani H. Christiansen (Mynd: Leivur Thomsen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Stutt fyri jól lat tónleikabólkurin Deiggj nýggja útgávuna “Tíð” úr hondum, og hon hevur verið nógv at hoyra í útvarpinum. Serliga eru tað løgini 'Hví grætur tú', 'Í viðarlundini' og 'Kom lat okkum dansa', sum hava verið nógv frammi.

Framføra egið tilfar

Deiggj fer at framføra øll tey nýggju løgini frá plátuni “Tíð”, og hartil sangir av plátuni, “Stormávaring”, sum kom út 1985. Umframt onnur stakløg, sum bólkurin hevur givið út ímillum báðar LP pláturnar. 

Deiggj hevur sín uppruna á Tvøroyri á heysti í 1981, tá tónleikabólkurin varð settur á stovn. Tveir froðbingar og fýra tvøramenn mannaðu bólkin. Nú meira enn 42 ár seinni spæla teir enn við Deiggj og eru bestu vinmenn. Fýra av upprunalimunum eru enn við í bólkinum. Teir feskastu deiggjarnir hava spælt í ávikavíst 24 og 15 ár við bólkinum.

Deiggj hevur øll hesi árini verið ein sera virkin bólkur, og hevur spælt bæði uttanlands og í Føroyum øll hesi árini.

Deiggj hevur í mong verið ein nógv umbiðin cover-bólkur við serligum denti á løg hjá m.a. Uriah Heep og Deep Purple. Men at spæla egið tilfar, hevur í langa tíð verið ein dreymur hjá Deiggj. Hesini dreymurin verður nú til veruleika, tí leygarkvøldið 23. mars kl. 20 trína tónleikararnir í Deiggj á pallin í Løkshøll. Við sær hava teir eisini nakrar gestasangarar. Guðrun Sólja fer at syngja hittið 'Hví grætur tú', og hon er eisini við á lagnum 'Kom lat okkum dansa'. Hartil verður Barbara á Tjaldrafløtti við á nøkrum løgum.

Seinast Deiggj hevði eina líknandi konsert var í Salt á Tvøroyri. Til hesa konsertina var útselt, so vert er at tryggja sær atgongumerki í góðari tíð. Eisini verður møguleiki at ogna sær nýggju LP’ina og fáa hana signeraða. Við hvørjari LP fylgir ein ókeypis fløga.

Teir, ið manna Deiggj, eru:
Dennis Lave, sang
Fróði T. Vestergaard, sang, tangentar og kassagittar
Páll Holm Lave, gittarar og kór
Pætur Mohr Dam, tangentar
Sverri Heinesen, bassgittar
Rani H. Christiansen, trummur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2024

39 Leygardagur 23. mars 2024

Jazzygold og Sakaris á Mentanarnáttini á Tvøroyri

Fríggjakvøldið 31. mai verður mentanarnátt á Tvøroyri

Jazzygold á The Great Escape (Mynd: Jamie MacMIllan)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 31. mai verður mentanarnátt á Tvøroyri. Á skránni verða m.a. fleiri tónleikaframførslur, og fyrstu nøvnini, sum Tvøroyrar kommuna kunnger eru Jazzygold og Sakaris.

– Røddin handan Jazzygold er navnframa Jasmin Mote, ið hevur eina einastandandi sangrødd og sjáldsom evnir til at rúnarbinda áhoyrararnir við sínum framførslum.

– Síðan Jasmin Mote legði bólkin Jasmin í dvala og avdúkaði sítt nýggja artistnavn Jazzygold í 2023, hava vit fingið fýra frálík stakløg: "boring like me", "dyed my hair red", "lonely afterparties" og "day off", og so hevur hon eisini fingið frálík ummæli á festivalum uttanlands. Hon hevur veri í Englandi, Íslandi, Noregi og Niðurlondum, men nú er hon endiliga klár at koma heim at spæla nakrar konsertir, og ein av teimum verur til mentanarnáttina í Tvøroyri, skrivar Tvøroyrar kommuna.

[object Object]
Sakaris á G! (Mynd: Filippo de Dionigi)

– SAKARIS hevur verið ein støðugur veitari av góðum konsertupplivingum og framúr poppløgum, líka síðan debutplátuna í 2012. Hann hevur altíð leverað, líkamikið um framførslan er á G! pallinum, til eitt bingo í pensjonistafelagnum ella til ein trettan ára føðingardag. Í løtuni verður nýggjasta staklagið “Allarbesti" tráspælt í føroyskum útvarpi. Umframt hetta hevur hann eina rúgvu av peppandi hittum í skjáttuni, harímillum “Aalborg”, “Magical Bag of Fun” og so hin víðagitni (í Føroyum) “I Put On This Dress Only for You”, sum hevur ljómað í mangum føroyskum veitslum.

– Sakaris hevur ikki spælt í Suðuroynni síðan hann rokkaði við Lama Sea á Prix Føroyar í 2005, so hann gleðir seg ómetaliga nógv at spæla til Tvøroyar Mentanarnátt undir egnum navni fyri fyrstu ferð.

Sambært Tvøroyrar kommunu verða fleiri nøvn løgd afturat komandi dagarnar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2024

40 Leygardagur 23. mars 2024

Nýggj upprunaføroysk myndabók til smábørn

Guðrið H. Jacobsen hevur skrivað, og Henny Dánialsdóttir hevur myndprýtt "Eg vil eisini!" Útgávutiltak fyri børn verður í dag á barnabókasavninum í Havn

Hetta er fyrsta bók hjá bæði rithøvundi og myndprýðara. Søgan er íspunnin saman við børnunum hjá Guðrið
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur nú út nýggja upprunaføroyska myndabók til smábørn.

“Eg vil eisini!” er smábarnabók, sum Guðrið H. Jacobsen hevur skrivað, og Henny
Dánialsdóttir hevur myndprýtt. Hetta er fyrsta bók hjá bæði rithøvundi og myndprýðara.

Fílurin vil duga at sveiggja í trøunum líka sum apan, og apan vil duga at gera springvatn líka sum fílurin. 1, 2, 3 – og nú!

Hetta er ein fitt og stuttlig søga við elskuligum myndum, um at vilja duga tað, sum hini duga. Men vit eru øll ymisk, og duga øll okkurt serligt.

Guðrið er námsfrøðingur og fæst við handaligt virksemi á verkstaðnum Vón. Hon er úr Miðvági og býr í Havn. Søgan er íspunnin saman við hennara børnum.

[object Object]

Henny er myndlistalærari á Nám X og ráðgevi á Námi. Í frítíðini fæst hon við nógv kreativt sum at mála, gera grafikk og glaslist. Hon er úr Oyndarfirði og býr í Havn. 

Bókin kemur í handlarnar 22. mars.

Í samband við hetta verður útgávutiltak fyri børn dagin eftir, leygardagin 23. mars klokkan 15, í nýumvældað barnabókasavninum í Havn. Guðrið fer at lesa søguna, og Árni Jóhannesson úr Látiløtuni kemur at syngja og spæla nakrar barnasangir við børnunum.

Aftaná verður ein drekkamunnur og møguleiki at keypa bókina fyri serprís. Høvi verður at hitta rithøvundin og myndprýðaran.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2024

41 Leygardagur 23. mars 2024

Anni Haraldsen í Ribarhúsi

Framsýningin við áseymaðum myndum letur upp sunnudagin og hongur til 9. apríl

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í morgin, pálmasunnudag, letur upp listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði við áseymaðum myndum hjá Anni Haraldsen.

Anni er fuglfirðingur, men er búsitandi í Svendborg í Danmark. Seinastu árini er hon farin at brúka alt meira tíð upp á útinna sína serliga listagávu, sum er at gera áseymað listaverk. Oftast er tað føroysk landsløg og bygdaløg, men eisini persónslýsingar.

Listaframsýningin í Ribarhúsi letur upp pálmasunnudag klokkan 15, tá Bárður á Lakjuni eisini fer at undirhalda við sangi og spæli.

Framsýningin hongur uppi til 9. apríl. Hon er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 13 til 16, leygardagar kl. 11 til 14 og páskadagarnar kl. 14 til 17.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2024

42 Leygardagur 23. mars 2024

“This is my life" í Dansifrøi

Konsert- og dansikvøld við Kim Larsen-sangum leygarkvøldið 13. apríl

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

13 apríl verður Dansifrøi karmur um eitt stórt Kim Larsen dansi/konsert-kvøld, har fýra av okkara bestu sangarum, Fríði Sigmundarson, Ólavur á Váli, Signar í Homrum og Eyðun Nolsøe saman við húsaorkestri fara at framføra allar teir bestu sangskattirnar hjá Kim Larsen, sum eisini í Føroyum eru vorðnir fólkaogn.

Tiltakið var fyrstu ferð fyri einum ári síðani í Dansifrøi og í septembur í Salt á Tvøroyri. Bæði tiltøkin blivu sera væl móttikin, alt bendir á, at tað aftur í ár verður fult hús í Dansifrøi.

Framúr góða húsorkestrið er mannað av: Henning Hjalt Nicodemussen (trummur), Magni Huusgaard (tangentar), Høgni Fagraberg (guitar) og John Johansen (bas). 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2024

43 Leygardagur 23. mars 2024

Bretska Kate prinsessa fingið staðfest krabbamein

Hon fær viðgerð fyri krabbamein

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kate prinsessa av Wales er í fyribyrgjandi kemoviðgerð, eftir at royndir í sambandi eina skurðviðgerð í búkinum, sum varð gjørd í januar, vístu, at hon hevði krabbamein.

Hetta upplýsir hon í einari upptøku, sum varð almannakunngjørd í gjár.

Prinsessan, sum er gift við William prinsi, var í tvær vikur í januar mánaði á sjúkrahúsi eftir skurðviðgerðina.

- Læknatoymið ráddi mær til at fara í fyribyrjandi kemoviðgerð, og tað er har vit eru nú, sigur hon.

Einki verður sagt um, hvat slag av krabba, talan er um.

Í februar kom eisini fram, at Charles kongur hevur fingið staðfest krabbamein, og hann er eisini í viðgerð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2024

44 Leygardagur 23. mars 2024

Fjórði gosið síðan desember

Grótbræðingin fer í fleiri ættir

(Mynd: Ruv.is)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Leygarkvøldið fór aftur at goysa á Reykjaneshálvoynni. Hetta er fjórðu ferð síðan desember, at tað goysir nærhendis Grindavík.

Hetta hevur verið væntað seinastu vikurnar, og leygarkvøldið klokkan 20:23 hendi tað so - tveir kilometrar í ein landnyrðing úr Grindavík.

Sambært jarðfrøðingum er talan um tað kraftmiklasta eldgosið síðani 2021.

Sambært myndugleikunum fer grótbræðingin í fleiri ættir, og arbeitt verður við at tryggja hitarør, vandleiðingar og fipurkáplar, sum eru í vanda orsakað av grótbræðingini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2024

45 Leygardagur 23. mars 2024

Vatnstøðan við Føroyar hækkar og fer at hækka enn meira

- Seinastu 30 árini er vatnstøðan kring Føroyar hækkað umleið 10 sentimetrar. Mest trúligt er tað av mannaávum (globalari upphiting). Helst hækkar hon millum 30 og 70 sentimetrar aftrat hesa øldina og um heilt illa vil til, kann hon hækka væl meira

Bogi Hansen, havgranskari á veðurlagsráðstevnu í Havn í vikuni (Myndir Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta vóru greiðu orðini hjá einum av okkara fremstu havgranskarum, Boga Hansen, tá hann hevði framløgu á spildurnýggja og spennandi tiltakinum um føroyska veðurlagið, har granskarar á  fleiri ymsum almennum stovnum í Føroyum løgdu fram vitan og sjónarmið undir heitinum: -Er føroyska veðurlagið við at broytast?”.

Bogi Hansen hevur verið tann persónurin í landinum, sum nú í mong ár einamest hevur ávarað ímóti veðurlagsbroytingunum og aftur og aftur hevur heitt á føroyskar politikarar um at fremja ítøkilig tiltøk til tess at minka um okkara part av CO2 útlátinum.

Hetta hevur hann gjørt í loftmiðlunum og í greinum í bløðunum eins og á fundum. Hann er alt annað enn fegin um,  at Føroyar skulu vera tað landið í heiminum, sum stendur  fyri tí størsta útlátinum av vakstrarhúsgassum uppá íbúgva. Tí er hansara boðskapur greiður: Vit eiga øll at gera okkara til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.

[object Object]

Í framløgu síni greiddi Bogi frá kanningum av  havstreymunum, sum ganga framvið Føroyum og teirra ávirkan á veðurlagið og vatnstøðuna. 

Hvat hevur so gongdin verið í havøkinum kring Føroyar sum heild  frá 2093 til 2022 spurdi hann og helt fram:

- Hevur tú broytingar í streyminum, so kann man kanska vænta, at tú fær broytingar í vatnstøðuni eisini. Vatnstøðan hevur verið óreglulig. Hon kann fara upp eitt ár og niður árið eftir. Í 2003 var hon serliga høg norðan fyri Føroyar og var hon tann hægsta vit hava sæð har seinastu 30 árini. 

- Orsøkin var, at tann heiti streymurin, sum fer norðan fyri Føroyar, var serliga veikur tað árið. Tað var forkláringin fyri 2003, og eg hugsi mær, at tað er forkláringin uppá nokk so nógv av teimum smáu broytingunum vit síggja frá einum ári til annað.  Smáar broytingar i streyminum eru nóg mikið til at broyta okkara vatnstøðu nakrar centimetrar. Í flestu støðum kring Føroyar er vatnskorpan hækkað hesi 30 árini umleið 10 sentimetrar ella 3 millimetrar um árið. Vatnstøðan er hækkað kring Føroyar eins og um øll høv seinastu 30 árini. 3 mm um árið er júst tað, sum meðal vatnstøðan um øll heimshøvini er økt seinastu 30 árini. 

[object Object]

Gongdin hjá okkum er tann sama fyri heimshøvini sum heild. Eg ivist ikki í, at orsøkin  eisini er tann sama og er hon greið í frágreiðingini frá veðurlagsnevnd ST, nevniliga at hon í høvuðsheitum kemst av mannaávum. Ein hækking uppá 10 cm í heiminum kring okkum er neyvan tann broyting, sum hevur havt mest ávirkan á føroyska samfelagið í hvussu er ikki fyribils, men hetta er tann broytingin í føroyskum øki, har vit við størst vissu kunnu siga, at talan er um  veðurlagsbroytingar,  sum stava frá okkum menniskjum. 

Bogi Hansen spurdi, hvat vit so kunnu rokna við í framtíðini og vísti hann aftur  til veðurlagsnevndina IPCC hjá ST.

- Har síggja vit eina gongd fyri meðal vatnstøðuna fyri øll heimshøvini alt eftir hvussu optimistisk, pessimistisk ella realistisk vit eru. Um  man er superoptimist so snýr tað seg um at halda Parísavtaluna og ger man tað, so hækkar vatnstøðan eftir IPCC metingini 30 cm. aftrat hesa øldina. Brúkar man tað mest pessimistiska senario hjá IPCC, so er tað 70 cm aftrat, og tað er tað spennið, sum IPCC metir er mest trúligt.

Men so hava tey eisini eina meting, ið svarar til eina hækking uppá minst hálvan annan metur aftrat hesa øldina, og tað er tí, at IPCC viðurkennir, at óvissur eru knýttar til tey klimamodellini man brúkar til at gera hesar forsagnirnar. Tey eru góð til nógv men tað eru so eisini nógv viðurskifti tey ikki eru serliga góð til, eitt nú  hvat hendir við stóru ísjøklunum í Grønlandi og Arktis. Tá hesir vera óstabilir og bara pumpa ís út í høvini, tá kunnu vit fáa eina gongd, sum vísir tær mest ógvusligu avleiðingarnar fyri heimshøvini sum heild og eina “worst case” støðu. Og so kann man spyrja, um tað eisini er ein “worst case” støða fyri Føroyar.

Til tað segði Bogi Hansen, at tað er tað faktiskt ikki, tí vit eru haraftrat nokkso merkt av streymunum, sum ganga fram við Føroyar og her serliga av Golfstreyminum. 

[object Object]

Hann vísti síðani á nýggja grein, sum hálendingar hava skrivað, har teir hava roknað uppá, hvat hendir, um man kunstiga fær eitt klimamodell til at kollapsa Golfstreymin.

Tá lækkar vatnstøðan flestu støð heiminum men í Atlantshavi hækkar hon og eftir teirra meting kanska upp móti einum meturi við Føroyar.  So kann man siga, at skuldi hetta hent, so hevði tað nokk verið óliviligt her kortini. Men tíbetri metir IPCC, at tað verður einki bráddligt kollaps av Golfstreyminum í okkara øld. Men tiverri hava teir so bara meðalálit á tí støðuni. Tað er faktiskt eit broyting í mun til eldri IPCC frágreiðingar segði Bogi Hansen.  

[object Object]Tað var fullteknað til hesa fyrstu veðurlagsráðstevnuna í Føroyum, sum varð hildin í snotuligu og rúmligu hølunum á Hotel Hafnia (Myndir Jan Müller)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2024

46 Leygardagur 23. mars 2024

Danmark undir aftur stóra gassframleiðslu

Tyra gassleiðin í danska partinum av Norðsjónum er nú farin undir aftur framleiðslu eftir ein steðg í drúgva tíð

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Henda týðandi gassleiðin er vorðin nútímansgjørd og útbygd til at kunna framleiða stórar nøgdir av gassi. Tað er franski orkurisin TotalEnergies, sum stendur fyri framleiðsluni saman við BlueNord og Nordsøfonden. Total eigur 43,2 prosent av gassleiðini, BlueNord 36,8 prosent og Nordsøfonden 20 prosent.

Tað var í 2019, at framleiðslan varð steðgað til tess at nútímansgera og byggja út hesa gomlu gassleiðina. Endurútbyggingin av Tyra er tann størsta verkætlanin nakrantíð, sum er gjørd á danska landgrunninum og fevnir um einki minni enn átta nýggjar pallar. Tað serstaka við hesi útbygging er, at 98,5 prosent av gomlu pallunum og útgerðini eru endurnýtt.

Roknað verður við at Tyra fer at framleiða stórar nøgdir av gassi til evropeiska marknaðin gjøgnum tvær rørleiðingar.

Við útbyggingini er Tyra heimsins tøkniliga mest framkomna gassleið. Framleiðslan fer at vera munandi meira effektiv og fer at minka um útlátið við 30 prosentum, sigur ovastin fyri leiting og framleiðslu hjá TotalEnergies, Nicolas Terraz, sambært Energy Voice. Hon fer at tryggja orkutrygdina í Evropa.

[object Object]

Tyra leiðin varð funnin í 1968 av Maersk Oil og liggur 225 kilometrar vestan fyri Esbjerg. Nú verður so farið undir at knýta  fleiri av gassleiðunum nærhendis Tyra, Valdemar, Roar, Harald og Svend í Tyra kjarnuna.

Hóast Danmark nøkur ár herfyri gjørdi av at steðga nýggjari oljuleiting sum part av sínum grøna orkupolitikki, so tók landið kortini avgerð um at halda fram við olju- og gassframleiðslu fram til 2050. Samstundis loyvdi stjórnin eisini leiting í økjum nærhendis verandi undirstøðukervi, har framleiðsla longu fer fram. 

Danmark hevur annars verið framleiðari av olju og gassi í nærum 50 ár og hava inntøkurnar frá hesi vinnu verið við til at gera landið sjálvsveitandi við orku eins og útflytara av bæði olju og gassi, nakað, sum hevur havt stóran týdning fyri vælferðina.

Við stóru Tyra útbyggingini fer henda gongdin nú at halda fram. Danmark hevur annars gingið á odda í einum felagsskapi,"Beyond Oil and Gas Alliance" (BOGA), sum heitir á lond kring heimin, ið enn ikki eru farin undir leiting ella framleiðslu, um ikki at taka stig til hvørki leiting ella framleiðslu. 

Henda tvístøða/andsøgn (paradoks), hevur javnan verið fyri atfinningum, nú Danmark um somu tíð, sum tað heitir á onnur lond um ikki at fara undir leiting ella framleiðslu av olju og gassi,  hevur givið grønt ljós til framleiðslu av egnari olju og gassi, sum skal gagna danska samfelagnum, í 26 ár aftrat, tá olju- og gassgoymslurnar eru um at tømast. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2024

47 Leygardagur 23. mars 2024

Ársins ungi spælari - Elias gevur íblástur til nógvar føroyingar

Ein fyrimynd fyri ungar spælarar og hevur spælt ein risa leiklut í stóru føroysku framgongdini. Soleiðis skrivar IHF millum annað í grundgevingunum fyri heiðrinum hjá hoyvíkinginum sum heimsins besti

- Beinleiðis og óbeinleiðis hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu verið ein sonn fyrimynd fyri ungar spælarar í Føroyum(..) hann gevur nógvan íblástur til eina lítla tjóð við 54.000 fólkum, sum fyri fyrstu ferð spældu seg til eitt A-endaspæl í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í gjár gjørdist greitt, at ein føroyingur var heimsins besti ungi hondbóltsspælari í 2023 - ja heimsins besti.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skifti í fjør til týska stórfelagið THW Kiel, har hann skjótt vísti seg fram í Bundesliguni og í Champions Leaguer. Hann spældi stóran leiklut í at fáa Føroyar til sítt fyrsta endaspæl nakrantíð í A-landsliðshøpi, og spælskiparin var á All-star liðnum í U21 HM-endaspælinum, har Elias gjørdist toppskjútti og hevði flest upplegg. Hann var beinleiðis við í 93 málum hjá Føroyum í Týsklandi - mál og upplegg.

Heimasíðan hjá IHF nevnir hesi tingini sum grundalag fyri heiðrinum. Tað at Elias á Skipagøtu hevði høvuðsleiklut í, at Føroyar endaðu nummar sjey í HM-endaspælinum, og dentur verður lagdur á, at 21-ára gamli hoyvíkingurin er so stórur íblástur.

- Beinleiðis og óbeinleiðis hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu verið ein sonn fyrimynd fyri ungar spælarar í Føroyum. Nógv sum byrja í hondbólti og royna at koma langt, hava hann sum fyrimynd, og tað gevur nógvan íblástur til eina lítla tjóð við 54.000 fólkum, sum fyri fyrstu ferð spældu seg til eitt A-endaspæl í fjør, skrivar altjóða hondbóltssamgongan

[object Object]Elias Ellefsen á Skipagøtu í góðum lag til venjing í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Danin Mathias Gidsel, liðfelagin hjá Hákuni West av Teigum, gjørdist ikki óvæntað heimsins besti spælari hjá monnum. Henny Reistad hevur verið ógvuliga sannførandi fyri Esbjerg og Noreg og vann hjá kvinnunum. Lena Grandveau úr Fraklandi varð vald til ársins unga spælara hjá kvinnum.

Tað eru fjepparar, venjararnir frá luttakandi londunum í HM og IHF Commission of Coaching and Methods, sum saman hava kosið vinnaran.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2024

48 Leygardagur 23. mars 2024

Føroyar fingu eitt gott lutakast

Niðurlond, Ukraina og Kosovo verða mótstøðuliðini í stríðnum um at koma til EM-endaspælið í 2026. Byrjað verður í november í ár við tveimum dystum

Tróndur Mikkelsen og hinir vunnu greitt á Ukraina, seinast liðini hittust. Í november spæla liðini aftur. Hetta er fjórðu ferð á rað, at liðini eru í EM-undankappingarbólki saman (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrst gjørdist tað greitt, at vit fingu Ukraina og Kosovo í okkara bólk. Hetta kundi metast sum rímiliga gott, og tá so Niðurlond komu úr ovasta styrkisbólki, so var greitt, at hetta samanlagt var eitt gott føroyskt lutakast.

Niðurlond hava vit ikki spælt ímóti í nýggjari tíð, men hetta er á pappírinum veikasta liðið úr ovasta styrkisbólki. Liðið hevur verið fyri stórar menning seinastu árini, og spælir skjótan álopshondbólt við nógvum duellspæli - nakað eins og Føroyar.

Ukraina kenna Føroyar ógvuliga væl. Hetta er fjórðu ferð á rað, at liðini eru í bólki saman í einari EM-undankapping. Ukraina hevði takið, sjálvt um Føroyar vóru nær við nakrar ferðir, men í fjør vunnu Føroyar við sjey málum, tá liðini hittust á Hálsi til avgerandi EM-undankappingardyst.

Kosovo og Føroyar hava spælt tríggjar ferðir áður. Í báðum førum hevur tað verið í menningarkappingum. Í 2015 vunnu Føroyar tvær ferðir greitt á júst Kosovo, og í 2017 endaði tað 33-30 til Føroyar í hálvfinaluni í IHF Challenge Trophy. Føroyar vunnu kappingina og hava ment seg nógv síðani.

Kosovo hevur eisini flutt seg rætta vegin, men neyðugt var við tveimum sigrum á Stórabretlandi í januar fyri at koma her til.

Eftir samskifti við HSF umboð er greitt, at hetta verður dystarskráin:

6. november: Føroyar - Kosovo
9./10. november: Ukraina - Føroyar (Á uttanveltaðum vølli - seinast hevði krígsherjaða landið heimavøll í Týsklandi)

12./13. mars 2025: Føroyar - Niðurlond (Eftir ætlan Við Tjarnir)
15./16. mars 2025: Niðurlond - Føroyar

7./8. mai 2025: Kosovo - Føroyar
11. mai 2025: Føroyar - Ukraina

Bert fyrsti og seinastu dystirnir liggja fastir enn. Í hinum førunum eru tvær dagfestingar settar á fyri fyrst.

Tvey lið koma beinleiðis víðari til EM. Fýra teir bestu trý'ararnir - átta bólkar eru - spæla seg eisini til endaspælið í Danmar, Noreg og Svøríki.

Her eru allir bólkarnir:

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2024

49 Leygardagur 23. mars 2024

Turið er aftur á landsliðnum

Hópurin til seinastu og avgerandi dystirnir í EM-undankappingini hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti er nú úttikin. Liðið er nærum tað sama, sum vann tvær ferðir á Luksemborg - toppskjúttin í SMS-deildini er tó við hesaferð

Turið Arge Samuelsen verður við í Íslandi fyrsta vikuskifti í apríl, tá Føroyar kunnu spæla seg til EM-endaspælið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrst í apríl spælir føroyska kvinnulandsliðið tveir teir seinastu dystirnar í undankappingini til EM-endaspælið, sum verður í desember. Føroysku hondbóltskvinnurnar hava ein møguleika at vera við har. Um okkara fáa stig í Íslandi, verður hetta allarhelst veruleiki, og tað kann eisini eydnast við at hava avmarkaði tap.

Dystirnir eru móti Svøríki og Íslandi, ávikavist á heima- og útivølli, tann 3. og 7. apríl.

Støðan í bólkinum eftir fýra umfør - tvey eru eftir: 
1. Svøríki 8 stig 
2. Ísland 4 stig 
3. Føroyar 4 stig
4. Luksemborg 0 stig

Ísland er betri innanhýsis enn Føroyar. Nummar eitt og tvey koma víðari, og fýra teir bestu trý'ararnir í undankappingini koma eisini til EM - átta bólkar eru

Hondbóltssamband Føroya boðaði í vikuni frá, at landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hópin til avgerandi dystirnar. Eitt navn er á listanum, sum ikki var á seinast:

Føroyski hópurin:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Útispælarar:
Rannvá Olsen, VÍF
Hervør Niclasen, Neistin
Karin Egholm, H71
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)

Tað var heldur ógreitt, hví Turið Arge Samuelsen ikki var við til dystirnar móti Luksemborg. Tað var so ikki nakar skaði.

Nú er toppskjúttin í SMS-deildini við aftur, og kann hetta fáa stóran týdning: Turið kann gera mun - sum bakkur og sum vongur.

Natasja Hammer og Inga Maria Roysdóttir vórðu úttiknar seinast, men tær eru ikki við hesaferð

Dystirnir verða leiktir ávikavist mikudagin 3. apríl kl. 19 á Hálsi og sunnudagin 7. apríl kl. 17 í Hafnafirði. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2024

50 Leygardagur 23. mars 2024

- Gleði meg at gerast partur av Skanderborg

Súna Krossteig Hansen skiftir til Skanderborg í bestu donsku deildini

Súna Krossteig Hansen her í dystinum herfyri móti Rumenia (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Súna Krossteig Hansen varð í vikuni kunngjørd sum nýggjur leikari í Skanderborg, sum spælir í bestu donsku deildini.

Hon hevur seinastu tvey kappingarárini spælt í Ajax København í bestu donsku deildini, men nú liðið flytur niður í næstbestu deildina, fer føroyski landsliðsbakkurin at royna seg aðrastaðni.

Og 23 ára gamla havnarkvinnan gleðir seg at gerast partur av Skanderborg.

- At gerast partur av Skanderborg er eitt stórt stig á leiðini fyri meg og mína yrkisleið. Eg gleði meg til at gerast partur av liðnum og felagnum. Tað er greitt fyri mær, at Skanderborg raðfestir menning og dedikatión høgt, og tað passar væl til míni mál og virði sum spælari, sigur Súna Krossteig Hansen við heimasíðuna hjá Skanderborg Håndbold.

- Eg gleði meg til at gerast partur av venjingarumhvørvinum, og eg eri vísur í, at hetta er tað rætta stigið fyri meg og mína yrkisleið.

- Saman við mínum liðfeløgunum, eri eg vísur í, at vit fara at arbeiða beinhar fyri at røkka okkara felags málum, sigur Súna Krossteig Hansen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2024

51 Leygardagur 23. mars 2024

Føroyar vóru sannførandi í ársins fyrsta dysti

Pætur Petersen (2), Adrian Justinussen og Arnbjørn Svensson skoraðu allir fyri fyrstu ferð á A-landsliðnum, og Føroyar vunnu aftur við fýra málum á Liktinstein

(Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar løgdu væl frá landi og mistu sum so ongantíð tamarhaldið á dystinum móti Liktinstein. Pætur Petersen fekk beint bóltin í málið longu í 3. minutti, og skálvíkingurin økti sjálvur í yvirtíðini í 1. hálvleiki, tá hann aftur fangaði ein leysan bólt og var snildur, og har Jóan Símun Edmundsson aftur var íblandaður.

Liðið hjá Håkani Ericson hevði bóltin nógv, yvir 70 prosent av tíðini, og stýrdi dystinum. Miðvøllurin sást ofta í einum diamant skapi, og fremst reikaðu Pætur og seriliga Jóan Símun Edmundsson nógv.

Adrian Rúnason Justinussen fekk sín fyrsta A-landsdyst frá byrjan og fall væl á álopskenda miðvøllinum. Hillrød-spælarin var við í nógvum og hevði fleiri vandamiklar skotroyndir. Stutt fyri hálvleik skoraði Adrian við sínum vinstra beini, tá hann rann seg í púra fría støðu. Hetta var eftir, at Føroyar vunnu bóltin frá Liktinstein, gjørdu skjótt av og Brandur Hendriksson sendi Adrian avstað: 3-0.

[object Object]
Í sínum sjeynda A-landsdysti gjørdi Pætur Petersen bart við tveimum málum í fyrra hálvleiki (Mynd: FSF)

Mótsstøðuliðið hótti so at siga ikki málið hjá Teiti Gestssyni. Einki skot kom á tað. Bartal Wardum, Andrias Edmundsson og hinir vóru stinnir, og Andrias legði í yvirtíðini upp til 4-0 málið. Hetta var eftir frísparksinnlegg frá Daniel Johansen úr høgru. Toftamaðurin vann fyrst nærdystin, og so kundi ein ódekkaður Arnbjørn Svensson stýra bóltin í málið við høvdinum.  Hetta var fyrsti A-landsdystur hjá gøtmanninum, ið kom inn í 2. hálvleiki.

Liktinstein er eitt av allarveikastu liðunum í Evropa, men føroyska liðið gjørdi sítt. Fleiri álop vóru vælspæld, eftir bóltmiss varð bólturin sum oftast vunnin skjótt aftur, og um eitt sindur meira skerpni var í nøkrum innleggum og sendingum á seinasta triðinginum, so høvdu Føroyar helst vunnið meira enn 4-0.

Týsdagin er aftur venjingardystur á skránni. Tá verður talan um eina heilt aðra uppgávu: Danmark á útivølli

[object Object]

Venjingardystur
Marbella, fríggjadgin 22. mars
Føroyar - Liktinstein 4-0 (2-0)
3' Pætur Petersen (Jóan Símun Edmundsson) 1-0
45 (+1)' 3' Pætur Petersen (Jóan Símun Edmundsson) 2-0
49' Adrian Rúnason Justinussen (Brandur Hendriksson Olsen) 3-0
90 (+2)' Arnbjørn Svensson (Andrias Edmundsson) 4-0

Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Hanus Sørensen (46' Jann Benjaminsen), Bartal Wardum (75' Arnbjørn Svensson), Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen, L (59 Daniel Johansen) - Adrian Rúnason Justinussen, Gunnar Vatnhamar, René Shaki Joensen (59' Mads Boe Mikkelsen), Brandur Hendriksson Olsen - Pætur Petersen (75' Hannes Agnarsson) , Jóan Símun Edmundsson (46' Hannes Agnarsson)

Loyvt var at gera seks útskiftingar. Hesir vóru á bonkinum uttan at koma inn: 

Mattias Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Magnus Egilsson, Hørður Askham, Andrass Johansen, Sølvi Vatnhamar og Petur Knudsen.

Høvuðsvenjari: Håkan Ericson

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2024

52 Leygardagur 23. mars 2024

Jóhanna spældi stóran dyst móti PSG

Hoyvíkingurin í BK Häcken spældi allan dystin í Champions League fjórðingsfinaluni móti PSG

Føroyska Jóhanna fegnast saman við málskoraranum, Rosa Kafaji, tá Häcken legði seg fram um í Champions League fjórðingsfinaluni (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

18 ára gamla Jóhanna Fossdalsá Sørensen kann nú skrivað eina Champions League fjórðingsfinalu móti PSG á sítt lívsrensl.

Hon spælir við BK Häcken sum í kvøld hevði vitjan av franska PSG í Göteborg.

Gestirnir løgdu seg longu á odda í 23. minutti, men beint fyri hálvleik javnaði BK Häcken til 1-1, sum eisini var støðan í steðginum. Í 72. minutti skoraðu fronsku kvinnurnar og tryggjaðu sær fyrimun til seinnu fjórðingsfinaluna, sum verður í París 28. mars.

Stórtalentið úr Hoyvík fekk herfyri sínar fyrstu minuttir á danska A-landsliðnum. Tað var í einum venjingardysti móti Eysturríki.

[object Object]
(Mynd: BK Häcken)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2024

53 Leygardagur 23. mars 2024

So er longu landsliðssteðgur - byrja aftur 2. páskadag

B36 og Víkingur hava fult stigatal fyri tvey umfør. Eftir dystirnar í dag er tað bert ÍF, sum einki stig hevur. Her er eitt stutt yvirlit yvir 2. umfar og støðuna í Betrideildini

Andrass Johansen og Jann Benjaminsen eru farnir á venjingarlegu við landsliðnum. Teir og liðfelagrnir í B36 hava vunnið báðar dystirnar í mars (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

[object Object]
Víkingarnir fegnast eftir mál móti HB í 2-1 sigrinum í Sarpugerði fríggjakvøldið. Teir hava fult stigatal fyri tvey umfør. Arnbjørn Svensson og Sølvi Vatnhamar skulu nú við A-landsliðnum, meðan Atli Gregersen skal við U21-landsliðnum - sum hjálpavernjari (Mynd: Sverri Egholm)

Støðan eftir tvey umfør:
1. B36 6 stig 
2. Víkingur 6 stig 
3. KÍ 3 stig 
4. NSÍ 3 stig 
5. Skála 3 stig 
6. HB stig 3 
7. 07 Vestur 3 stig
8. EB/Streymur 1 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig

Betrideildin verður tikin uppaftur 2. páskadag, mánadagin 1. apríl. Tá eru dystirnir hesir:

Kl. 15: HB - ÍF
Kl. 15: KÍ - NSÍ
Kl. 17: Víkingur - B68
Kl. 17: Skála ÍF - B36
Kl. 18: 07Vestur - EB/Streymur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2024

54 Leygardagur 23. mars 2024

Nýggi maðurin hjá B36 gjørdi bart móti KÍ

Liðið hjá Dan Brimsvík fekk týdningarmiklan sigur á trýfaldu føroyameistarunum. Nógv bendi á málleysan javnleik leingi, men so kom Anton Søjberg á vøllin og skoraði tvær ferðir

Anton Søjberg skoraði tvær ferðir móti KÍ í fyrsta dysti sínum fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B36 sendi í fjør KÍ út úr steypakappingini við 2-0 sigri í Gundadali. Aftur í øðrum umfari endaði tað 2-0 millum liðini í høvuðsstaðnum. Hetta var fyrsti sigur hjá B36 á KÍ í einum landskappingardysti síðani juli 2020 og ein staðfesting av, at Dan Brimsvík og hansara menn vilja - og helst kunnu - veruliga blanda seg í oddastríðið í 2024.

Eftir dystin kunnu fleiri spurnartekin setast við KÍ. Liðið var sum so ikki nakað verri enn B36 í einum heldur óruddiligum fótbóltsdysti. Men sannførandi var tað so ikki hjá Haakon Lunov og hansara monnum.

KÍ kom í Gundadal uttan fleiri av lyklaspælaranum: Serliga var tað eyðsýnt, at Jákup Biskopstø Andreasen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Deni Pavlovic vóru úti við skaðum. Umframt hetta var Børge Petersen, ið júst er komin aftur frá skaða, heldur við 1. deild, og langtíðarskaddu Hallur Hansson og Jonn Johannesen eru ikki komnir fyri seg.

Fleiri myndir frá dystinum

Harvið var stundin kanska har hjá styrkta B36-liðnum, ið skuldi prógva seg í einum oddadysti. Nakrar góðar støður vóru eisini í fyrra hálvleiki - serliga tá KÍ misti bóltin í uppspælinum. Hetta var rímiliga javnan við nýggju miðverjuni, ein fraklendingur úti av dystarvenjing og ein ungur klaksvíkingur, og uttan liðformannin á vejrukenda miðvølinum. KÍ stóð til at hava fleiri skot, men málmøguleikarnir vóru tó fáir størsta partin av dystinum.

[object Object]
Pætur Petursen (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Í 65. minutti kom Anton Søjberg inn fyri Mattias Hellisdal. Eitt korter seinni skoraði hann til 1-0, og í yviríðini var danin aftur á rætta staðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Tað sá út til at fara at enda við málleysum janvleiki, ið bæði liðini helst kundu liva rímiliga væl við. Uttan at tað var serliga lívligt, var tað KÍ, ið hótti meira eftir steðgin, men brádliga fór B36 avstað: Skjótt og einfalt álop har kviki Marius Kryger Lindh, ið var ein hóttan í kontraspælinum serliga, fór avstað. René Shaki Joensen var tá farin aftur í KÍ-miðvejruna, og helst besti maður í bláum noyddist at kasta seg og beina bóltin til horna.

Magnus Egilsson legði innfyri eftir stutt horna, nýggi danski KÍ-málverjin Mark Jensen, ið avloysti Ara í Haraldsstovu Petersen, kom út og onkursvegna boksaði. Møguliga royndi danin at lofta, men í øllum førum eydnaðist hetta ikki serliga væl. Eitt B36-bein var fyrst á bóltinum, og so var innskifti Anton Sjøberg til reiðar at beina bóltin víðari í málið. 

23-ára gamli danski áleyparin fekk sínar fyrstu minuttir í føroyskum fótbólti henda dagin. Sjøberg tók sanniliga av, og í yvirtíðini sló hann sigurin fastan. Mark Jensen var annars komin væl út og hevði støðgað Lindh, men Anton Sjøberg var aftur á rætta staðnum. 

[object Object]
Minniligir fyrstu minuttir hjá Anton Søjberg í B36-blusuni (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Fegnir B36-fjepparar (Mynd: Sverri Egholm)

Stór frøi í B36-leguni og í skýlinum. Sigurin á KÍ var søtur, ein umráðandi staðfesting og stórt stig á vegnum. Hjá Haakon Lunov eru nógv spurnartekin. 4-4-2 við Páll Klettskarð og Pætur Petersen fremst riggaði ikki væl, og hóast nakrar glógvandi løtur, so kom KÍ ikki við so nógvum í einum heldur rótutum dysti. Hjá báðum vantaði leingi góðska á serliga seinasta triðinginum, og teir í bláum sóu eisini skinklandi út í nøkrum pørtum og kanska heldur sábærir.

Jákup Vilhelmsen fekk sítt seinna gula kort í yvirtíðini - beint áðrenn 2-0 málið.

[object Object]Jákup Norðoy Vilhelmsne hevði fleiri sterkar atgerðir í verjustøðu, men noyddist tungu leiðina av vølli eftir sítt seinna gula kort (Mynd: Sverri Egholm)

Betrideildin 2. umfar
Leygardagin 16. mars

B36 - KÍ 2-0 (0-0)
80' Anton Sjøberg 1-0
90 (+3)' Anton Sjøberg 2-0
Reytt kort: Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ (90') - tvey gul

B36: Bjarti Vitalis Mørk - Jann Benjaminsen (L), Thomas Lillo, Vilmer Johannes Rønnberg, Magnus Egilsson (88' Andrias Eriksen) - Andrass Johansen, Jelle van der Heyden, Mattias Hellisdal (65' Anton Søjberg) - Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge (88' Símun Sólheim), Bjarki Nielsen (73' Hannes Agnarsson)

KÍ: Mark Fabricius Jensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Cedric Yambere (74' Dan í Soylu), Jákup Norðoy Vilhelmsen, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Claes Phillip Kronberg, Mads Boe Mikkelsen - Páll Andrasson Klettskarð, Pætur Petersen (78' Jóhan Josephsen)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2024

55 Leygardagur 23. mars 2024

Petur Knudsen og NSÍ syftu Skála

NSÍ fekk síni fyrstu stig í Betrideildini síðani september 2022, og tað var serliga afturvendi Petur Knudsen, sum átti nógv í 3-1 sigrinum við Løkin

Petur Knudsen skoraði eisini í fyrsta dystinum móti HB, og hevur harvið trý mál fyri tveir dystir. 25-ára gamli NSÍ'arin hevur eisini lagt upp í báðum dystunum (Savnsmnd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Skála vann 3-0 á heimavølli móti EB/Streymi í 1. umfari, og vann allar dystirnar á NSÍ í 1. deild í fjør. Hetta er tó eitt NSÍ-lið, sum hevur fleri streingir at spæla uppá enn í 2023 og 2022 - og eitt NSÍ lið við Peturi Knudsen.

Eftir eitt korter í kommunuppgerðini við Løkin, legði landsliðsspælarin heimaliðið á odda við hørðum og góðum skoti. Tað var eisini Petur Knudsen, sum stórar tíggju minuttir seinni legði hornaspark inn til Betuel Hansen, og so var 2-0. Miðvallarin er uppvaksin í felagnum, umframt í Silkeborg, og fór niður við í 1. deild í fyrrárið.

Skála skapti ikki ikki nógv fyri steðgin, har heimaliðið var omaná. Í 2. hálvleiki komu teir appelsinlittu tó nógv betri við. Andreas Egeberg Jacobsen varð skiftur inn, og nakrar spentar støður vóru í og kring NSÍ-brotsteigin.

Í 65. minutti fekk Skála fríspark. Tí tók Jan Ingason Hansen sær av, Kristian Joensen royndi at halda bóltinum, men misti hann ístaðin út til Djóna Petersen, sum takkaði fyri: 2-1

Veruligt lív tyktiskt nú vera í dystinum, men tað doyði fýra minuttir seinni. Skála gjørdi heldur óneyðugt fríspark - sambært teimum eitt ógvuliga bíligt fríspark - næstan beint uttanfyri brotsteigin. Tí tók Petur Knudsen sær av, og 25-ára gamli vongurin legði bóltin hegnisliga og beinrakið upp um múrin og út í longra málhorn - burtur frá fyrrverandi NSÍ-málverjanum Karsteni Hansen. Petur hevur higartil verið við í øllum fimm málunum hjá NSÍ.

3-1 gjørdist úrsltiið av dystinum. Tað kom ongantíð veruligur spenningur í: Til tað hevði liðið hjá Jens Wedeborg ov gott tamarhald á støðuni. Fyrsti sigurin hjá svianum í almennum dysti við róðrið í Runavík, og NSÍ vann á einum av sínum grannum í sínum fyrsta heimadysti aftur í fremstu røð.

Eftir landsliðssteðgin skulu teir í gulum spæla í Klaksvík - Skála tekur ímóti B36. Uppflytararnir hava nú trý stig hvør.

Betrideildin 2. umfar
Leygardagin 16. mars

NSÍ - Skála (3-1)
16' Petur Knudsen (Steffan Løkin) 1-0
27' Betuel Hansen (Petur Knudsen) 2-0
65' Djóni Jansson Petersen (Jan Hansen) 2-1
69' Petur Knudsen 3-1


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2024

56 Leygardagur 23. mars 2024

Filip Brattbakk tryggjaði 07 Vestur fyrstu stigini

Nýggi norðmaðurin skoraði einasta málið í Fuglafirði. ÍF burdi helst javnað eftir steðgin - serliga uppá brotssparkið

23-ára gamli Filip Brattbakk gjørdi bart í sínum øðrum almenna dysti fyri 07 Vestur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

ÍF tók sunnudagin ímóti tí størsta ókenda faktorinum í fremstu føroysku deildini í í 2024: 07 Vestur. Nýggi norski venjarin Steffan Landro hevði eisini valt átta av teimum mongu nýggju spælaranum, ið eru langdir afturt í Sørvági í vetur. Høgri bakkurin Kevin Engell-Johansen var skaddur, Maxwell Effiom hevur ikki fingið loyvini uppá pláss, og Sonni Ragnar Nattestad er als ikki í dystarvenjing.

Tað var ein av nýggju norðmonnunum hjá 07 Vestur, ið gjørdist avgerandi. Fyrri hálvleikur var sum heild tamur, har nógv mistøk á bóltinum settu sín dám á hjá liðunum. Tey lótu eisini hvørt annað flyta bóltin eitt sindur runt uttan at trýsta nakað serligt og fáir málmøguleikar vóru. 07 Vestur var tó nærri við, og millum annað hevði Emil Grønn Pedersen eina naska roynd.

Einasta málið í dystinum kom í 39. minutti. Royndi danski miðvallarin Fredrik Holst vísti til tíðir veruliga sínar dygdir í sínum fyrsta dysti í Føroyum, og tað var hann, ið sendi bóltin væl upp móti ÍF-verjuni av egnari hálvu. Verjan stóð heldur illa í støðuni, bólturin fór uppum Karl Løkin, ið dekkaði Emil Grønn Pedersen, eingin bakkaði upp, og so kundi Filip Brattbakk ótarnaður og trygt seta bóltin í netið.

ÍF var uttan skadda Uros Stojanov, og Jhon Mena hevur ikki fingið loyvini uppá pláss. Harvið var Bogi Reinert-Petersen undir liðuni á Dánjali á Lakjuni í álopinum. Teir stríddust væl, men eitt heldur tannleyst ÍF-lið hevði einki veruligt skot í 1. hálvleiki.

Heimaliðið kom tó út á heilt annan hátt eftir steðgin. Bogi var nær við, og í samband við hornaspark kom bólturin í armin á Jóanis á Steig, tá Tóri Nolsøe Olsen skallaði móti málinum. Brotsspark, ið liðformaðurin tók sær av, men skotið hjá Karli fór beint framvið málinum. Tvey umfør og tvey misnýtt brotsspørk móti 07 Vestur: Sebastian John bjargaði royndini hjá Sølva Vatnhamar í síðstu viku.

ÍF helt fram við at sita meira á tí, og um miðjan 2. hálvleik var aftur heilt nær við. Teir í reyðum vunnu bóltin høgt, Jóhann Højbro fann Dánjal á Lakjuni, ið ógvuliga snilt setti svenska miðverjan hjá 07 Vestur av. Sebastian John kom tó heilt væl út og bjargaði skotinum.

Nærri kom liðið hjá Aleksandar Jovevic ikki, hóast nógv var lagt fyri í seinastu minuttunum. 07 Vestur hótti eisini væl uppá umstillingar, og Brattbakk kundi verið tvífaldur málskjútti, tá hann skeyt beint framvið. Jákup Nolsøe Olsen bjargaði eisini flott roynd hjá fría Emil Grønn Pedersen seint í dystinum.

Trý týðandi stig hjá Stefan Landro og hansara monnum, sum fáa tíð at arbeiða nógv við tingunum í landsliðssteðginum. ÍF kann iðra seg um, at man ikki fekk stig burturúr. Heimaliðið vísti kanska heldur lítið samanlagt í dystinum, men tyktiskt ikki at standa nakað serliga nógv aftanfyri 07 Vestur.

Betrideildin 2. umfar
Sunnudagin 17. mars

ÍF - 07 Vestur 0-1 (0-1)
39' Filip Brattbakk 0-1


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2024

57 Leygardagur 23. mars 2024

Eitt stig hvør í Streymnesi

B68 kom á odda við flottum beinleiðis frísparki, men fekk reytt kort beint fyri steðgin, har fleiri heldur harðar takklingar vóru. EB/Streymur javnaði, men megnaði ikki at gagnnýta yvirtalið til meira

Nógvir nærdystir í Stryemnesi har tað var týðiligt, at nógv stóð uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinasti dysturin í 2. umfari í Betrideildini - og seinasti dystur fyri ársins fyrsta landsliðssteðg - varð spældur í Streymnesi sunnukvøldið. B68 og EB/Streymur stóðu við ongum stigi eftir fyrsta umfar, men bæði fóru av vøllinum við Margáir við einum.

Nógvur vindur og regn darvaði fyrstu minuttirnar, men tað hasaði skjótt av. Nógv ferð var á dystinum, og bæði liðini høvdu stórar møguleikar: Fyrst trekti ungi Hanus Højgaard væl fram við EB/Streyma-veruleikara, men Jóhannes Davidsen bjargaði væl. Í hinum endanum var Filip Djordjevic nær við,

Í 27. minutti brast fyri nev hjá B68, ið hevði havt nøkur góð álop. Fríspark varð dømt næstan beint uttanfyri brotsteigin og nakað til vinstru. Tí tók Villiam Emil Klein sær av, og havnarmaðurin við góða skotfótinum legði bóltin upp um múrin og í málhornið. Flott frísparksmál - nummar fimm í 22 Betrideildardystum hjá Villiami. 

[object Object]
Jóannes Davidsen rakk ikki eftir skotinum...

[object Object]
...hjá Villiam Emil Klein (Myndir: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir her

Heimaliðið ressaðist. Nýggi danski miðvallarin Robert Marcus hevði tvær harðar og naskar skotroyndir stutt eftir málið - tí aðru bjargaði Terji Brynjarsson væl, umfrat at EB/Streymir skapti aðrar vandastøður. Nógv hendi restina av fyrra hálvleiki, inntensiteturin var høgur, og B68 hótti eisini. Villiam Emil Klein var nær við at økja, men ístaðin fyri 0-2 gjørdist tað 11-10 í manning.

Fyrri hálvleikur var heldur hart spældur, og nakrar ljótar takklingar vóru. Tað sást, at spælararnir løgdu nógv fyri, men tað fór líka yvir linjuna hjá Villiam Emil Klein, tá hann takklaði Hans Paula á Bø, ið fór av vølli við børu - einki varð dømt - og hjá Aleksandur Joensen, sum stemplaði Filip Djordjevic hart niður á fótin, og hjá Virgari Jónsson (EB/Streymi. Hann leyp niður í beinini á Hanusi Højgaard beint við síðulinjuna.

Bert síðstnevndi av fekk gult kort, men Fríði í Túni Petersen fekk seinni eisini gult kort fyri tvær takklingar, har hann heilt einfalt var ov seinur og bert rakti mótspælaran. Høgri bakkurin hjá B68 varð rikin av vølli í yvirtíðini í 1. hálvleiki, tá hann satsaði og ístaðin fyri bóltin rakti Virgar Jónsson. Eiler Rasmussen hevði aftur gult kort og síðani tað reyða á loftið.

[object Object]
B68 spældi í undirtali í beint yvir 45 minuttir (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Ungi Hans Pauli á Bø varð borin av vølli við børu - helst er einki brot í fótinum (Mynd: Sverri Egholm)

B68 skuldi finna seg til rættis í undirtali eftir steðgin, og ein tvífald útskifting varð gjørd í 54. minutti. Í næsta minutti gekk tó galið: Terji helt ikki málroynd hjá Dabo - fyrrverandi B68-vonginum - og so varð innskifti Tóki Johannesen til reiðar í málteignum og beindi bóltin í málið.

Hetta var tíggju minuttir eftir steðgin, so EB/Streymur hevði rímiliga góða tíð at fáa eitt afturat og harvið gagnnýta yvirtalið. Liðið hjá Sigfríði Clementsen hevði eisini stóra leikliga yvirvág og skapti eina løtu stórar málmøguleika. Serliga innskifti Suni Herman Petersen og Boubacar Dabo vóru heilt nær við. Terji hevði tó nakrar fínar bjargingar, og trýstið á B68-málið hæsaði av. Teir í reyðum arbeiddu hart og fingu eitt stig við sær til Svangaskarð.

Úrslitið merkir, at øll liðini utttan ÍF nú hava fingið stig í Betrideildini 2024. Bæði B68 og EB/Streymur kunnu á ymsan hátt iðra seg í kvøld, men tey eru so í gongd.

Betrideildin 2. umfar
Sunnudagin 17. mars

EB/Streymur - B68 1-1 (0-1)
27' Villiam Emil Klein 0-1
56' Tóki Johannesen 1-1
Reytt kort: Fríði í Túni Petersen, B68 ('45)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2024

58 Leygardagur 23. mars 2024

Fimti topp-fýra sigurin á rað hjá Víkingi

Í seinnu hálvu í fjør vunnu víkingarnir tvær ferðir á KÍ og á bæði B36 og HB. Farna fríggjakvøld varð HB sent heim við ongum

Víkingarnir fegnast saman eftir 1-0 málið. Sigurin í Sarpugerði undanfarna fríggjakvøld var ógvuliga kærkomin - liðið hevur fingið eina góða byrjan uppá kappingina (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

10. juni 2023 tapti Víkingur 3-2 í Sørvági. Harvið kom liðið undir trýst í stríðnum um fjórða plássið, men harfrá hugdu Jóhan Petur Poulsen og hansara menn ikki afturum seg og endaðu á 2. plássi.

Við sigrinum á HB farna fríggjakvøld hevur Víkingur nú vunnið 15 kappingardystir á rað - allar í Betrildeildini. Liðið úr Eysturkommunu var eisini ósigrað í venjingardystunum í vetur.

Les eisini: Víkingur feldi HB við hornaspørkunum

[object Object]
[object Object]
Teir í ljósabláum kundu aftur fegnast í Norðragøtu í gjár (Myndir: Sverri Egholm)

Fimm av teimum 15 sigurinum eru komnir móti sonevndu "topp-fýra liðunum". Í seinnu hálvu í fjør vunnu víkingarnir tvær ferðir á KÍ, eina ferð á B36 og eina ferð á HB. Nú legst sigurin á HB afturat - tað er sjálvandi ikki til at siga, um topp-fýra verður saman sum seinastu árini, men hetta merkti veruliga nakað fyri Víking.

Seinastu úrsltini hjá Víkingi móti KÍ, HB og B36 í dystum har stig eru uppá spæl:

18
11-08-2023
Eiler Rasmussen
Víkingur
22
19-09-2023
Jóhan Hendrik Ellefsen
HB
Víkingur
24
01-10-2023
Dagfinn Forná
Víkingur
B36
27
29-10-2023
Rúni Gaardbo
Víkingur
2
15-03-2024 
Dagfinn Forná
Víkingur
HB

Samanlagt: 15 stig av 15 møguligum. Málúrttøka: 14-4

Kelda: FaroeSoccer

Víkingur fer í landsliðssteðg við fullum stigatali. Næsta uppgávan er B68 á Svangaskarði 2. páskadag


[object Object]
Ingi Jonhardsson spældi aftur væl á vinstra bakki. Hann og liðfelagirnir vóru lættir um, at trý stig aftur komu í hús (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. mars 2024

59 Leygardagur 23. mars 2024

Taptu at enda greitt í Portugal

Føroyska avrikið var annars flott størsta partin av tíðini, og man var við í dystinum leingi, hóast málmøguleikarnir vóru fáir. Keðilig mál kostaðu, og tað endaði 4-0 eftir trý sein mál

(Mynd: fpf.pt)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar komu undir eitt tungt trýst beinanvegin móti oddaliðnum í bólkinum. Portugal skapti fleiri spentar støður, og Ari í Haraldsstovu Petersen í málinum hevði onkra stórbjaring í fyrra hálvleiki.

Føroyar høvdu torført við at halda uppá bóltin, men man hevði onkrar hálvar støður í umstillingum. Verjuparturin var stinnur, og serliga seinastu løtuna fyri steðgin helt man Portugal heilt frá stórum málmøguleikum.

Tíverri fekk heimaliðið hol á tíðliga í seinna hálvleiki. Portugal spældi seg ígjøgnum til høgru í føroyska brotsteignum og skotið úr spískum fór millum beinini á Ara Petersen. Heldur lætt mál sum málverjin ikki kann vera serliga nøgdur við.

Føroyar høvdu annars nakrar góðar støður eftir steðgin. Kontra, skot á mál, long innkøst o.s.fr. Heini Sørensen hevði størsta møguleikan, tá tekniskt sterki hoyvíkingurin tók sakina í egnar hendur í høgru og dribblaði væl. Málverjin bjargaði tó skotinum.

Luftin fór eitt sindur úr føroysku álopshóttanini, og Portugal legði størri trýst eftir næsta málinum. Tað eydnaðist at fáa í 87. minutti, og í longu yvirtíðini fekk Portugal tvey mál afturat. Óneyðuga stórt tap, tó at mótstøðan var sterk, og føroyingarnir góvu seg heilt út.

U21-undankapping til EM 2025
6. umfar - Hósdagin 21. mars

Portugal - Føroyar U21 0-4 (0-0)
52' Fábio Silva 1-0
87' Carlos Borges 2-0
90+4' Youssef Chermiti 3-0
90+8' Mateus Fernandes 4-0

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldsstovu Petersen - Ási Dam (100' Bergur Poulsen), Børge Petersen, Elias Rusborg, Martin Agnarsson (65' Signar á Brúnni) - Heini Fossdalsá Sørensen (100' Jens Erik Bruhn), Noah Mneney, Aron Jarnskor Ellingsgaard (100' Ejvind Mouritsen), Poul Kallsberg (83' Gutti Dahl-Olsen) - Áki Samuelsen

Støðan í bólkinum: 

Portugal 15 stig
Kroatia 13 stig
Grikkaland 11 stig
Føroyar 7 stig
Andorra 3 stig
Hvítarussland 3 stig

Kroatia hevur spælt fimm dystir, Andorra sjey, Hvítarussland átta og Portugal, Grikkaland og Føroyar hava spælt seks dystir.

Føroyska U21-landsliðið spælir ikki aftur fyrrenn í september.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2024

60 Leygardagur 23. mars 2024

Dánial, Dávid og Jónas skoraðu í stórsigri

Dávid Reynheim, Jónas Gaard og Dánial Mørkøre stóðu fyri málunum, tá U17-landsliðið við dreingjum týsdagin vann 4-0 á Gibraltar

Dánial Mørkøre, Dávid Reynheim, sum skoraði tvey, og Jónas Gaard stóðu fyri málunum í 4-0 sigrinum á Gibraltar (Mynd: Kári Johansen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir tveir heldur torførar og truplar dystir móti Litava og Íslandi, hilnaðist betri hjá føroysku U17 dreingjunum móti Gibraltar, sum var síðsta mótstøðuliðið í UEFA menningarkappingini, ið hevur verið í Gibraltar.

Føroyar vunnu 4-0, eftir 1-0 leiðslu í hálvleikinum. Beint fyri steðgin legði Jónas Gaard Føroyar á odda, og tá fáir minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki øktu Dánial Mørkøre og Dávid Reynheim til 2-0 og 3-0.

Føroyska liðið sat á tí allar mesta, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var Dávid Reynheim aftur upp á spæl, tá hann skoraði sítt annað mál, og slerdi harvið sigurin rimmar fastan.

Litava vann kappingina við 9 stigum, Ísland fekk 6 stig, Føroyar gjørdust nummar 3 við trimum stigum, meðan Gibraltar endaði aftast við ongum stigi.

[object Object]Føroyski hópurin aftaná 4-0 sigurin á Gibraltar (Mynd: Kári Johansen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2024

61 Leygardagur 23. mars 2024

Ársins fyrsti EM hópur úttikin

Signe Pries Andersen, venjari hjá kvinnulandsliðnum, hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingardystirnar móti Grikkalandi og Montenegro, sum verða á útivølli 5. og 9. apríl

Signe Pries Andersen, høvuðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum (Savnsmynd: Bjarni Enghamar / FSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fríggjadagin 5. apríl fer kvinnulandsliðið undir eina nýggja EM-undankapping. Føroyar eru í bólki C3, saman við Grikkalandi, Montenegro og Andorra.

Fyrsti dysturin í kappingini er á útivølli móti Grikkalandi, og fýra dagar seinni, týsdagin 9. apríl verður spælt á útivølli móti Montenegro.

Signe Pries Andersen er venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum, og hon hevur nú kunngjørt tær 20, ið eru úttiknar til ársins fyrstu EM uppgávur.

Hópurin
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Rebekka Fjallsá Benbakoura, GPO Kastorias (Grikkaland)
Valborg Østerø, B36
Rúna Jacobsen, HB
Sunniva Willemoes, HB
Fridrikka Klementsen, HB
Margunn Lindholm, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn H. Joensen, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Sara Samson Laumhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Lea S. Lisberg, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur

Dystaskráin
5. apríl Grikkaland – Føroyar
9. apríl Montenegro – Føroyar
31. mai Føroyar – Andorra
4. juni Føroyar – Grikkaland
12. juli Føroyar – Montenegro
16. juli Andorra – Føroyar

Komandi EM-undankapping fyri kvinnur verður spæld eftir einum kappingarleisti, ið ikki er royndur áður. Bara londini í deild A kunnu spæla seg beinleiðis í sjálvt endaspælið, meðan londini í deild B og C kunnu spæla seg til endaspælið umvegis tvey play-off umfør, sum verða í heyst.

Bólkavinnararnir og tríggir teir bestu 2’ararnir í deild C skulu tá spæla ímóti londunum, sum enda nummar trý og fýra í sínum bólkum í A-deildini. Vinnararnir fara víðari til 2. play-off umfar, har lið úr B-deildini bíða. Samanlagt sjey lond spæla seg í endaspælið umvegis play-off.

Sjálvt EM-endaspælið verður í Sveis frá 2. til 27. juli í 2025.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. mars 2024

62 Leygardagur 23. mars 2024

Stórsteypið hjá kvinnunum sunnudagin

Sunnudagin klokkan 16 spæla kvinnurnar hjá KÍ og NSÍ stórsteypadyst á Tórsvølli. Allur ágóðin fer til Beran

Lena Hansen úr NSÍ og Eivør Klakstein úr KÍ dystast um bóltin í steypafinaluni í fjør, sum var millum somu lið, sum sunnudagin klokkan 16 hittast í stórsteypadystinum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Menninir spældu sín stórsteypadyst herfyri og nú standa so kvinnurnar fyri tørni. Sum vant er talan um ársins fyrsta dyst millum føroyameistarar og steypavinnarar frá árinum fyri.

KÍ vann føroyameistaraheitið framman fyri NSÍ, sum tó í steypafinaluni vann júst á KÍ, og er hetta fjórða árið á rað, at hesi bæði liðini møtast í stórsteypadystinum.

Sum tað er í londunum rundan um okkum, eru stórsteypadystirnir eisini ‟Charity”-dystir, so endamálið ikki bara er fótbóltur, men eisini at savna inn pengar til eitt vælgerðarendamál.

Hetta er eisini natúrliga orsøkin til, at stórsteypadystirnir í fótbólti eru eitt samstarv millum Lions Club og Fótbóltssambandið.

Berin fær ágóðan
Hesa ferð fer stuðulin til Beran, sum virkar fyri, at børn og foreldur í sorg, sum frá líður, gerast betur før fyri at handfara sorgina, og er talan er um bæði bólka- og samrøðutilboð.

Á tann hátt hava tey eisini størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey mennast og læra at liva við sorgini.

Berin vendir sær til børn og ung, sum hava mist foreldur ella systkin, børn og ung, sum hava álvarsliga likamliga sjúk foreldur ella systkin, og foreldur, sum hava mist barn.

Sum gjørt hevur verið síðstu árini, er upphæddirnar frá dystunum um Lionsbikørini í hondbólti og stórsteypadystunum í fótbólti slignar saman, so talan verður um eina munabetri upphædd. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2024

63 Leygardagur 23. mars 2024

U17: Føroyar vunnu fult uppiborið á Georgia

Brá Zakariasdóttir skoraði bæði føroysku málini. Tey komu í 2. hálvleiki á Tórsvølli og vóru flott. Seinasta uppgávan í undankappingini verður í dag móti Rumenia

Eftir tepra tapið fyri Lettlandi í fyrsta dystinum, reisti føroyska liðið seg væl. Okkara høvdu tamarhald á dystinum móti Georgia og vunnu 2-0 (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroysku U17-genturnar spældu mikudagin annan dystin í EM-undankappingarbólkinum, har Føroyar hava heimavølli.

Eftir tepra tapið fyri Lettlandi í fyrsta dystinum, reisti føroyska liðið seg væl. Okkara høvdu tamarhald á dystinum móti Georgia. Spælið við bóltinum var til tíðir heilt gott, og verjuparturin var stinnur. Bert einaferð noyddist Ingrid Berg Mikkelsen veruliga at spíla seg út í málinum, men tá var hon eisini heilt til reiðar.

[object Object]
Føroyska byrjanaruppstillingin í dag

[object Object]Venjaratoymi og bonkurin (Myndir: Bjarni Enghamar/FSF)

[object Object]
(Myndir: Bjarni Enghamar/FSF)

Fleiri góðir møguleikar vóru til at leggja seg á odda fyri steðgin, men tann seinasti nevleikin manglaði, og georgar komu fyri í nøkrum førum.

Miðskeiðis í 2. hálvleki bragdaði. Tað hevði leikað javnt á, men nú vunnu Føroyar bóltin á egnari hálvu. Liðskiparin Eydna Dalheim varð send avstað, hon var frí, men málverjin bjargaði væl. Eydna fekk tó fatur á bóltinum aftur í høgru, sneiddi eina væl av og sendi bóltin hart innfyri, har Brá Zakariasardóttir setti fótin á.

[object Object]
Bólturin situr í georgiska málinum (Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo)

[object Object]Brá sló aftur til síðst í dystinum við góðari dribbling og skotið av brotsteigarmarkinum (Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo)

Brá var miðáleypari allan dystin og ein støðug hóttan fyri Georgia. Tað var eisini hon, sum økti um leiðsluna í 87. minutti. Gott tolið føroyskt spæl, pláss til Helgu Mikkelsen á mótsstøðuhálvuni, og hon fann Brá. Stødd beint uttanfyri brotsteigin, mitt fyri, trekti hoyvíkskvinnan framvið verjuspælara, yvirum til vinsta beinið og høgdi til. 2-0 og so var føroyski fagnaðurin ikki minni.

Tvey flott mál í góðum avriki hjá Føroyum. Nú skal liðið hvíla seg og síðani hugsavna seg um uppgávuna móti Rumenia leygardagin. Hetta verður merkt at vera sterkasta liðið í bólkinum, men Føroyar kunnu vinna bólkin og spæla seg longur upp í undankappingarskipanini við sigri.

Fleiri myndir her

EM-undankapping fyri U17-gentur - bólkur B3
2. umfar - mikudagin 20. mars

Føroyar - Georiga 2-0 (0-0)
67' Brá Zakarisardóttir (Eydna Dalheim) 1-0
87' Brá Zakarisardóttir (Helga Mikkelsen) 2-0

Føroyar: Ingrið Berg Rasmussen - Sólja Vinjardsdóttir Johansen (91' Maria Hansen), Marta Østerø, Leona Kjærbæk Djurhuus, Helga Mikkelsen - Sofía Ejdesgaard Hansen (78' Lý Djurhuus), Jakobina Bergsdóttir - Eydna Olsen Dalheim, Silja Ragnarsdóttir Trier (91' Bára Poulsen), Halla Morgan Ejdesgaard (63' Birita Mohr) - Brá Zakariasardóttir
Høvuðsvenjari: Eyðvør Jakobsen

[object Object]
Stórur fagnaður eftir heimasigurin (Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2024

64 Leygardagur 23. mars 2024

U17: Taptu tepurt í fyrstu royndini

Silja Ragnarsdóttir Trier minkaði um munin í 64. minutti á Tórsvølli, men Føroyar megnaðu ikki at skora til 2-2 móti Lettlandi

Tær fyrsti ellivu hjá Føroyum í sínum fyrsta veruliga heimadysti á landsliðnum (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrsti dystur í bólki B3 í EM-undankappingini hjá U17 gentum varð spældur á Tórsvølli sunnudagin. Føroyar eru vertir, og tóku ímóti Lettlandi.

Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna, og fáir upplagdir málmøguleikar vóru. Í 18. minutti hevði Silja Ragnarsdóttir Trier tó eina fína roynd. Lettland tók so líðandi eitt sindur yvir og legði seg fimm minuttir fyri steðgin. Liðskiparin og tann besta hjá Lettlandi, Gabriela Andersone, dribblaði seg inn í føroyska brotsteign, sveiggjaði vinstra beinið og Ingrið Berg Rasmussen fekk bert fingrarnar á.

Málverjin hjá Føroyum hevði annars nakrar góðar bjargingar í dystinum og var við at halda Føroyum inni í dystinum tíðliga í 2. hálvleiki við millum annað beinparadu. Útiliðið var tó annars greitt omaná eina løtu, og Gabriela Andersone økti í 54. minutti til 2-0.

Føroyska liðið reisti seg aftur. Meira broddur kom í spælið, og fleiri nærdystir vóru vunnir - har var lettiska liðið annars omaná samanlagt. Í 64. minutti vann Silja Trier sjálv bóltin beint uttanfyri brotsteigin hjá Lettlandi við góðum arbeiði, bólturin rullaði inn í brotsteigin, Silja fylgdi við og høgdi sjálv bóltin í netið.

2-1 og alt opið. Føroyar komu eisini til nakrar rímiliga góðar støður. Brá Zakarisardóttir hevði nøkur langskot í dystinum, men sum heild fingu okkara ikki hótt lettiska málverjan nóg mikið.

Ein uppiborin sigur til útiliðið, men Føroyar vóru í løtum heilt væl við. Mikudagin er Georgia á skránni.

EM-undankapping fyri U17-gentur - bólkur B3
1. umfar. Sunnudagin 17. mars

Føroyar - Lettland 1-2
41' Gabriela Andersone 0-1
54' Gabriela Andersone 0-2
64' Silja Ragnarsdóttir Trier 1-2

Føroyska liðið: Ingrið Rasmussen - Birita Mohr (46' Lý Djurhuus), Leona Djurhuus, Silja Trier, Marta Sofía Østerø, Jakobina Bergsdóttir (L) (83' Bára Poulsen), Brá Zakariasardóttir, Eydna Dalheim, Helga Mikkelsen, Halla Ejdesgaard (77' Sofía Hansen), Sólja Johansen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2024

65 Leygardagur 23. mars 2024

Jóhanna Jancyardóttir er nú forkvinna í B71

Hon tekur við eftir Karl Vidtfeldt og er fyrsta forkvinna í søgu felagsins

Nýggja nevndin hjá B71, ið nú hevur skipað seg (Mynd: B71)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Við fýra kvinnuligum nevndarlimum út av fimm møguligum, so var tað ovurstórur kjansur fyri at ársins skipan av nevnd fór at gerast søgulig og so var eisini.

Soleiðis skrivar B71 á heimasíðu sínari í sambandi við, at starvnevndin í fótbóltsfelagnum á Sandoynni, er skipað av nýggjum.

Fyri kortum var aðalfundur. Har takkaði Karl Vidtfeldt fyri seg eftir drúgva tænastu. Eisini fóru næstformaðurin Hanus Johannessen og Alvi Jespersen úr nevndini. Í teirra stað komu Jóhanna Jancyardóttir, Gerda Bjarkadóttir Magnussen og Bogi Hentze. Nú er greitt, at Jóhanna tekur ovasta sessin.

Jóhanna Jancyardóttir er av Toftum og búsitandi í Húsavík. Jóhanna er  fyrsta forkvinna felagsins. 

Sólrun Ørvarodd gjørdist næstforkvinna, og Anna Krog Hentze heldur fram sum kassameistari.

- At forfólkið er av Toftum, er tó ikki fremmant í B71, tí, sum kunnugt, var sera kendi B71-formaðurin, Ragnar Fossdalsá, sáli, somuleiðis ættaður haðani.Vit gleðast um at kvinnurnar eisini halda seg framat har størstu avgerðir felagsins verða tiknar. Felagið hevur drúgvar og góðar royndir við konufólki í alskyns álitisstørvum, men í starvsnevndini hevur konufólka umboðanin verið í lægra lagið, hóast batnandi hagtøl í seinastuni, skrivar B71.

20-ára gamli Bogi Hentze er nýggjur skrivari í felagnum. Hann hevur sjálvur stóran leiklut á miðvøllinum hjá besta mansliðnum. Bogi er sonur Eli Hentze, sum hevur verið nógv virkin í felagnum og nú er hjálparvenjari á A-landsliðnum við monnum.

B71 hevði eitt yvirskot á 150.000 krónur í 2023. Børn og ung í B71 rinda framvegis ikki limagjald. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2024

66 Leygardagur 23. mars 2024

SÍ á finalukós eftir hvøkk frá KÍF

Við 3-1 sigri á KÍF hóskvøldið fór SÍ fram við Fleyr, og legði seg á annaðplássið, men tað var ikki uttan svørðsslag, og tað var um reppið, at SÍ ikki spældi sær av við fjórða sett og harvið finaluplássið

Myndin er av KÍF, sum spældi í ómakaðum sokkum, fyri at gera vart við altjóða Down Syndrom dagin, sum verður hildin 21. mars, ella 3-21, skrivað upp á amerikanskan máta, sum so aftur sipar til tey trý kromosom 21, sum eru atvoldin til Down Syndrom
SkrivaÐ:

Innsent

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
SÍ – KÍF 3-1 (25-15, 19-25, 25-21, 25-21)

Við 3-1 sigri á KÍF hóskvøldið fór SÍ fram við Fleyr og legði seg á annaðplássið, men tað var ikki uttan svørðsslag, og tað var um reppið, at SÍ ikki spældi sær av við fjórða sett og harvið finaluplássið.

Átta stig á rað til SÍ, eftir at KÍF hevði lagt seg á odda 4-3 í fyrsta setti, løgdu grundina undir stórsigurin hjá heimaliðnum í fyrsta setti. Men KÍF kann vera sum nátt og dagur, og í øðrum setti spílaðu kollfirðingarnir seg rættiliga út og vunnu settið trygt við góðum endaspurti, tá SÍ var um at javna. Og so var brádliga trýst á SÍ, sum hevur ráð at tapa eitt sett í hvørjum dysti, men ikki tvey, tí so kann Fleyr taka finaluplássið frá teimum aftur.

Triðja sett vann SÍ greitt, hóast KÍF eitt skifti var á odda 7-5. Men so gjørdi KÍF aftur ein vørr í fjórða setti, hóast alt bendi á avsmurning, tá SÍ fór framum 10-2. Seks stig á rað til KÍF minkaðu tó um munin niður í bara tvey stig og eftir onnur fimm á rað, fór KÍF framum 18-17. KÍF megnaði at halda fast til 21-21, men so vann SÍ fýra stig á rað, og settið 25-21 – og týdningarmest: trý stig heldur enn bara tvey ella eitt, hevði dysturin farið út í javnbrótara.

Hesaferð slapp SÍ við hvøkkinum, men í Trongisvági liggur møguligur snávingarsteinur og bíðar, tí TB hevur víst styrki seinastu tíðina og hevur vunnið fýra dystir á rað, m.a. 3-2 á Fleyr, sum afturfyri hevur mist finaluplássið til SÍ. So er spurningurin, um Fleyr fer at fáa somu gávu frá TB, sum SÍ fekk frá TB. Dysturin millum TB og SÍ verður tó ikki spældur fyrr enn 12. apríl. Næsti dystur hjá SÍ er ímóti oddaliðnum Drátti næsta mánakvøld.

Írestandi dystirnir hjá SÍ og Fleyr:
SÍ: Dráttur (úti), Mjølnir (heima), TB (ú), Mjølnir (ú)
Fleyr: Ternan (ú), KÍF (h), Dráttur (ú), Ternan (ú)

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

Dráttur 37 stig
SÍ 29 stig
Fleyr 28 stig
TB 21 stig
Mjølnir 19 stig
KÍF 12 stig
Ternan 1 stig

Mjølnir hevur spælt 15 dystir, Ternan 13 meðan hini liðini hava spælt 14 dystir.

Komandi dystir, kvinnur:

Leygardagin 23. mars kl. 13: Ternan - Fleyr í skúlanum á Toftum
Mánadagin 25. mars kl. 18: Fleyr - KÍF í høllini á Hálsi í Havn
Mánadagin 25. mars kl. 19: Dráttur - SÍ á Giljanesi

Komandi dystir, menn:

Leygardagin 23. mars kl. 15: ÍF - SÍ í Fuglafirði
Leygardagin 23. mars kl. 18.15: Ternan - Fleyr í Skúlanum á Toftum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. mars 2024

67 Leygardagur 23. mars 2024

Miriam og Rúni kappaðust á høgum stigi í Niðurlondum

Miriam í Grótinum og Rúni Øster spældu tættan dyst í blandaðum tvímansleiki móti pari úr vertslandinum. Slíkar kappingar eru nakað, sum føroyskir badmintonspælarar vilja stremba eftir

Miriam og Rúni taptu tepurt móti sterkum niðurlendskum pari, ið vóru á heimavølli
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Miriam í Grótinum og Rúni Øster hava áður vunnið millum annað FM í blandaðum tvímansleiki saman. Tey hava staðið seg væl í áltjóða kappingum - hvør sær eisini.

Í síðstu viku vóru tey bæði úr Havnar Badmintonfelagið til stóra kapping í Niðurlondum. Badmintonsamband Føroya skrivar, at hetta var ein International Series. Tað er ein kapping, sum er eitt stig hægri enn Future Series, sum føroyingar hava verið til áður.

- Tey bæði eru samd um, at tey spældu ein góðan dyst, og at um farið verður til fleiri av hesum kappingunum, so ber væl til at vinna dystir og harvið eisini stig, so til ber at koma longri upp, og á hendan hátt verður tað lættari at sleppa við til tílíkar kappingar.

Miriam og Rúni spældu ímóti sterka parinum úr vertslandinum Alex Vlaar og Rosalie Teuben.

Tey føroysku taptu dystin 2-0, men setúrsltiini vóru 20-22 og 15-21. Harvið vóru Miriam í Grótinum og Rúni Øster væl við í serliga fyrsta dysti, og tey prógvaðu, at føroyingar kunnu veruliga verða við á hesum stigunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2024

68 Leygardagur 23. mars 2024

Dart í heimsflokki á Glasi um vikuskifti

Tórshavn Open og Faroe Islands Open byrjar í dag klokkan 11, og er eisini á skránni allan sunnudagin. Kappingin í ár er krútsterk við millum annað fleiri HM-luttakarum

Higartil hava umleið 130 spælarar meldað seg til kappingarnar í føroyska høvuðsstaðnum um vikuskiftið. Harav eru 70 útlendingar. Tey koma úr Íslandi, Svøríki, Danmark, Onglandi, Skotlandi, Týsklandi, Ungarn, Rumenia og Bulgaria
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tórshavn Open og Faroe Islands Open hevur seinastu árini verið á Glasi sum eitt stórt tiltak, og tað verður eisini soleiðis í ár. Kappingin er á skránni um vikuskiftið.

Kappingin í ár er krútsterk, við fleiri spælarum, ið vóru HM í 2023. Undanfarin ár hava bert útlendingar spælt seg til semifinalur og finalur hjá monnum og kvinnum, men kanska onkur føroyskur spælari klárar tað í ár. Føroyskt dart hevur verið í stórari menning seinastu árini. Feløg og einstaklingar venja miðvíst og tað sæðst aftur í heimligu kappingini og í úrslitum hjá landsliðunum.

Tað kann nevnast, at manslandsliðið gjørdist nummar 16 og kvinnurnar aftast saman við trimum øðrum londum í EM í Spania í fjør. Eisini vóru nøkur framúr góð einstaklingaúrslit vóru í somu kapping. Serliga var tað Jan McIntosh, ið spældi seg heilt fram í kvartfinaluna.

Higartil hava umleið 130 spælarar meldað seg til kappingarnar í føroyska høvuðsstaðnum um vikuskiftið. Harav eru 70 útlendingar. Tey koma úr Íslandi, Svøríki, Danmark, Onglandi, Skotlandi, Týsklandi, Ungarn, Rumenia og Bulgaria.

[object Object]

Ímillum tey tilmeldaðu eru fleiri landsliðsleikarar úr Danmark, Svøríki og Íslandi. Hjá monnunum eru fýra spælarar úr aktuella top 50 styrkilistanum hjá WDF, og hjá kvinnunum eru tríggjar av sama styrkilista.

Hjá monnunum eru hesir: John Scott (Stórabretland), Edwin Torbjørnson (Svøríki), Matthew Edgar (Stórabretland) og Scott Waalters (Stórabretland). Dartáhugað kennast kanska við navnið Matthew Edgar. Hann er, afturat at verða ein
framúrskarandi dartspælari, eisini kendur frá Edgar TV. Tað er hansara youtubekanal, ið sendur alt møguligt um dart og dartkappingar.

Hjá kvinnunum er talan um Margaret Sutton (Stórabretland), Maud Jansson (Stórabretland) og Gréta Tekauer (Ungarn). Gréta Tekauer úr Ungarn er í stórformi í løtuni. Hon hevur verið í heili fimm finalum síðan septembur. 

Kappingarnar verða á Glasir í dag og í morgin frá klokkan 11 á morgni til umleið kl. 21 á kvøldið. Semifinalur og finalur byrja klokkan 19 og verða allar spældar í Atrium. Sjónvarpsframleiðsla sæðst á stórskermi við legendariska stadionspeakaranum Kristian Joensen sum "master callara".

Tað er ókeypis atgongd og okkurt lætt etandi og drekkandi fæst til keyps eisini.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2024

69 Leygardagur 23. mars 2024

Tvey gullheiðursmerki heim til Føroya

Tríggir royndir boksarar úr Føroyum vóru við á altjóða boksistevnu í Hvidovre farna leygardag

Frá vinstru David Kunoy, Andreas Dam Poulsen og Teitur Annand Berg
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyskir nevaleikarar komu aftur við tveimum flottum gullheiðursmerkjum av altjóða boksistevnuni Hvidovre Cup 2024, ið varð hildin leygardagin. 11 lond vóru umboðað á stevnuni og yvir 300 boksarar, harav tríggir føroyingar.

Teitur Annand Berg var tann fyrsti av føroysku boksarunum, sum skuldi royna seg. Mótstøðumaðurin var onglendingurin Dion Clock. Teitur boksaði væl, og vann ein greiðan sigur upp á stig.

Andreas Dam Poulsen boksaði móti einum manni frá ABC Amager. Hetta var ein harður dystur, serliga tí mótstøðumaðurin vigaði upp móti 15 kilo meira enn Andreas, sum tí hevði ringt við at koma í gongd.

Andreas fekk eina teljing í fyrsta umfarið, og aftur eina í øðrum umfari, og tá valdi venjarin at støðga dystinum.

Venjararnir eru kortini ernir av innsatsinum hjá Andreasi, verður sagt. Teir vita, at Andreas gott kann boksa móti teimum sterkastu. Nú er bara spurningur um, hvørjum vektklassa, tað skal vera í.

Triði føroyingurin á stevnuni, David Kunoy, møtti einum sterkum mótstøðumanni frá Sydhavsøerne. Dysturin var tættur og javnur, og David varð kosin vinnari upp á “split desision” – tað vil siga, at dómararnir vóru ikki samdir. Føroyingarnir við ‘ringside’ mettu, at David vann øll umførini, men dómaraavgerðin ljóðaði 2-1. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. mars 2024

70 Leygardagur 23. mars 2024

Bridge: Byggitilfar er steypavinnari 2024

Steypakappingin varð avgjørd í Norðurlandahúsinum leygardagin

Steypavinnararnir. Frá vinstru Árni M. Dam, Dánjal Pauli Mohr, Magni Jøkladal og Pól Egholm
SkrivaÐ:

Innsent

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini í bridge vóru leiktar í Norðurlandahúsinum leygardagin.

Tey fýra liðini, ið høvdu spælt seg á hálvfinalurnar vóru hesi:

Byggitilfar: (Dánjal Pauli Mohr, Árni M. Dam, Magni Jøkladal, Pól Egholm)

Jóannes Mouritsen: (Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg, Símun Lassaberg, Arne Mikkelsen)

Dia & Kúllarnir: (Arnbjørn Sivertsen, Rúni Mouritsen, Eyðun Anthoniussen, Dia Jacobsen)

Jassarnir: (Viggo Johannesen, Øssur Winthereig, Petur Annfinn Johannesen, Heini Joensen)

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at í aðrari hálvfinaluni møttust liðini hjá Byggitilfar og Jassunum, meðan liðini hjá Dia & Kúllunum og Jóannes Mouritsen hittust í hinari hálvfinaluni.

Tá farið var til hálvleiks í hálvfinalunum, hevði Byggitilfar vunnið sær eina lutfallsliga greiða leiðslu móti Jassunum, meðan Jóannes Mouritsen hevði leiðsluna móti Dia & Kúllunum.

Dystargongdin helt áfram í seinna hálvleiki. Byggitilfar vann annan hálvleik greitt á Jassunum, meðan Jóannes Mouritsen vann ein lutfallsliga greiðan sigur á Dia  Kúllunum. Harvið tryggjaðu Byggitilfar og Jóannes Mouritsen sær finaluplássini.

Í fyrra hálvleiki av finaluni leikaði sera javnt á og endaði fyrri hálvleikur við at Jóannes Mouritsen hevði eina lítla leiðslu á 3 imp.

Í seinna hálvleiki leikaði sum heild eisini javnt á. Fleiri spennandi spøl vóru har úrslitini sveiggjaðu til báðar partar, men endin gjørdist at  Byggitilfar vann ein tættan finalusigur og gjørdust sostatt steypavinnarar 2024.

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini vóru leiktar í sera góðum umstøðum í “Norðurstovu” í Norðurlandahúsinum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2024

71 Leygardagur 23. mars 2024

Konfirmantar í Fríðrikskirkjuni pálmasunnudag

-

(Mynd: DroneDirector)
SkrivaÐ:

Innsent

Pálmasunnudag, 24. mars klokkan 11, verður konfirmatión í Fríðrikskirkjuni. Prestur er Ovi Brim.

Konfirmantarnir eru hesi:

Fróði J. Jarnskor, Gerðavegur 14, Syðrugøta. Frá kl. 16.

Rannvá Lognberg, Gaddavegur 40. Frá kl. 17.

Jónas Aronsson Olsen, við Korkusá 9, Norðragøta. Frá kl. 17.

Ronja Ó. Gleðisheygg, Gerðavegur 17, Syðrugøta. Dagurin verður hildin í kirkjukjallaranum í Gøtu frá kl. 16.

Tobias Thomsen, Gaddavegur 39, Nes. Dagurin verður hildin í Skótahúsinum við Løkin frá kl. 17.

Markus Bárðarson Kjeld, Rókavegur 50, Saltnes. Dagurin verður hildin í Hæddini í Runavík frá kl. 15.

Elin Joensen, Torbjarnargøta 6, Norðragøta. Dagurin verður hildin í Tungu 13, Syðrugøtu. Frá kl. 16.

Julian G. Hentze, Sjúrðargøta 36, Norðragøta. Frá kl. 17.

Eli Heinesen, Gerðavegur 11, Syðrugøta. Frá kl. 16.

Magnus Petersen, úti í Bø 11, Syðrugøta. Frá kl. 17.

Seth Johannesen, úti í Bø 5, Syðrugøta. Frá kl. 17.

Pauli Gertsson Jarnskor, í Tungu 11, Syðrugøta. Dagurin verður hildin í Víkingahúsinum í Norðragøtu frá kl. 15.

Elisabeth Sigvardsen, Ellefolden 2, Vedbæk. Dagurin verður hildin í hølinum hjá Vesturskin, á Kneysum 14, Toftir. Frá kl. 17.

Emil Ludvig Jacobsen, Deildarvegur 17, Syðrugøta. Frá kl. 16.

Elian Højgaard, Gaddavegur 31, Nes. Frá kl. 17.

Viktoria Beder Rubeksen, Høganesvegur 23, Toftir. Dagurin verður hildin í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni beint eftir fermingina.

Pætur Lamhauge Petersen, Rókavegur 18, Saltnes. Frá kl. 17.

Dávid Birk Glerfoss, Skálafjarðarvegur 1, Skálafjørður. Frá kl. 16.

Andrias Inuk Iversen, Gaddavegur 24, Nes. Frá kl. 16.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. mars 2024

72 Leygardagur 23. mars 2024

Konfirmantar í Sjóvar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Komandi sunnudag, pálmasunnudag, klokkan 11 verður konfirmatión í Sjóvar kirkju. Prestur er Tummas Kannuberg.

Hesi verða konfirmerað:

Aron Rúnason Petersen. Veitslan verður hildin í barnagarðinum á Skála, Gerðisgøta 5, frá kl. 16.

Samulina Alborg Strømsten. Dagurin verður hildin í B68 húsðinum frá kl. 16.

Ranja Fríða Benjaminsdóttir Petersen. Veitslan verður hildin í Gott húsinum á Heiðavegi 81 á Saltangaráð frá kl. 15.

Kristvar Vang Østerø. Dagurin verður hildin á Glyvrum, í hølunum hjá Bátafelagnum á Bakka, frá kl 15.

Eivy Sigvør Zachariassen hevur opiđ hús í Skála skúla fra kl 15.

Nói Reinert Djurhuus. Veitslan verður hildin frá kl. 15 heima á Glyvursvegi 45, Innan Glyvur.

Nikki Ignatiussen. Veitslan verður hildin frá kl 15. Frítíðarstovan, Fløtuvegur 88, Strendur (aftan fyri bygdarhúsið).

Birgit Eiriksdóttir. Opiđ hús í Meinigheitshúsinum á Skála frá kl 17.

Emma Castro Petersen. Opið hús verður í kirkjuhúsinum á Strondum frá kl. 15.

Steffan Okpara. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum á Strondum frá kl. 15.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2024

73 Leygardagur 23. mars 2024

Konfirmantar í Vestmanna kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin, pálmasunnudag, kl. 11, verður konfirmatión í Vestmanna kirkju. Prestar eru Maria Summers Nolsøe og Ólavur Eysturdal.

Tey, ið verða fermd eru:

Bragi Heinesen í Gerðinum. Dagurin verður hildin í Silkienni, Bakkavegur 11d. Opið hús frá kl. 17

Mattias Madsson. Dagurin verður hildin á Niðara vegi 73. Opið hús frá kl. 15

Pætur Follend Mikkelsen. Dagurin verður hildin á Flatnavegi 18. Opið hús frá kl. 16

Jón Vestergaard. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum frá kl. 15.30

Luca Andrew Rapa. Dagurin verður hildin í Miðnám í Vestmanna. Opið hús frá kl. 15

Fríði Sverrason Eriksen. Dagurin verður hildin á Flatnavegi 16. Opið hús frá kl. 15

Rani Olsen. Dagurin verður hildin á Fjalsvegi 38. Opið hús frá kl. 16

Sólja Maja Johnsdóttir. Dagurin verður hildin á Bakkavegi 52. Opið hús frá kl. 16

Súnfríða Fonsdal Zachariasen. Dagurin verður hildin á Fjørðukrónni. Opið hús frá kl. 17

Sarita Annie Dagfinsdóttir Funn. Dagurin verður hildin á Byrgisvegi 13. Opið hús frá kl. 15


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2024

74 Leygardagur 23. mars 2024

Konfirmantar í Fugjafjarðar kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Pálmasunnudag. verður konfirmatión í Fuglafjarðar kirkju. Konfirmatiónin byrjar klokkan 11. Prestur er Gerhard Jónsson Mikkelsen. 24 konfirmantar eru:

Eva José dos Santos. Opið hús frá kl 16, Innandalsvegur 16

Brian Mikkjal Beltran. Opið hús frá kl.14 á Børkugøtu 61, Kambsdali

Elisabeth Abrahamsen. Opið hús í Lonini frá kl. 17.

Eyðgerð Elisabet Vík. Opið hús á Garðavegi 11 frá kl.16

Jákup Petersen. Opið hús kl 15 heima í Stovugerði 20

Jayden Sackitey Joensen. Opið hús í Thabor frá kl 16

Jónas Ólavsson Hentze. Opið hús á Bjarnavegi 30 frá kl. 15

Jónstein Jacobsen. Opiđ hús frá kl 16, Sevdalsvegur 1

Jordan Sackitey Joensen. Opið hús í Thabor frá kl 16

Maria Kristina Eyðunsdóttir Joensen. Opiđ hús á Bjarnavegi 8 frá kl 16

Mei Leiti. Opið hús frá kl 16 í Rossagerði 3

Naomi Friang. Opið hús frá kl 17. Brýnið 1.

Røskva J. Joensen. Opið hús frá kl. 17 á Innandalsvegi 4

Sofus Bárðarson Mortensen. Opið hús frá kl 15 á Børkugøtu 49 í Kambsdali

Sólja á Boðanesi. Dagurin verður hildin heima í Stovugerði 8 frá kl 16.30

Hjørdis Tórsdóttir Djurhuus. Opið hús frá kl. 15, Við Bólstein 7 í Leirvík.

Heri Petursson. Opið hús frá kl 16, heima á Eggjarvegi 17 í Leirvík

Jákup Berg Magnussen. Opið hús frá kl 16 á Miðnámi á Kambsdali

Pætur Andreasen. Opið hús frá kl 16 í Missiónshúsinum í Leirvík

Páll í Kálvalíð Hansen. Opið hús frá kl. 17, Gerðisvegur 1, Leirvík

Rebekka Jóhansdóttir Mørkøre. Opið hús frá kl. 16 á Brandstøðini í Leirvík

Tanja Djurhuus. Opiđ hús frá kl 14, Millum svalir 10, Leirvík

Tóra við Gil. Opið hús frá kl. 16 heima á Toftanesi 2, Leirvík

Tórolvur Torkilsson Justinussen. Opið hús frá kl. 15, á Sporamørk 6, Leirvík

Vár Fróðadóttir. Opið hús frá kl. 15 í LÍF húsinum


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. mars 2024

75 Leygardagur 23. mars 2024

Konfirmantar í Argja kirkju sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin 24. mars verður konfirmatión í Argja kirkju. Prestur er Bergur D. Joensen.

Og konfirmantarnir eru hesir

Eyð av Húsabrúgv, Reynstún 24. Dagurin hildin frá kl. 17.

Jógvan av Kák, Billugøta 9. Dagurin hildin frá kl. 16.

Tóra Erlandsdóttir, Rygsgøta 19. Dagurin hildin frá kl. 17.

Petur Gaard Jakobsen, Viðargøta 24. Dagurin hildin í Skúlanum á Fløtum, inngongd D, frá kl. 17.

Eir Elise Mortensen, Undir Kongavarda 35, 3 hædd t.v. Dagurin hildin í Argja Róðrafelag frá kl. 17.

Tormóður Elias Nielsen, Reynstún 23. Dagurin hildin í Ungmannafelagshúsinum í Skopun frá kl. 16.

Ísak Gardy Samson, Blankagøta 23, Tórshavn. Dagurin hildin í Argja kirkju frá kl. 16.

Sanna Karbech Saxov, Reynsgøta 49. Dagurin hildin á Hotel Brandan frá kl. 17.

Jónas Sigtórsson, Blankagøta 1, Tórshavn. Dagurin hildin frá kl. 17.

Betty Lucille Blair, Garðsgøta 22, kj. Dagurin hildin á Meinhartstrøð 8 frá kl. 16.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2024

76 Leygardagur 23. mars 2024

Konfirmantar í Hoyvíkar kirkju pálmasunnudag

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin 24. mars, pálmasunnudag, verður konfirmatión í Hoyvíkar kirkju.

Prestur er Theodor Eli Dam Olsen, og konfirmantarnir eru hesir:

Anita Næss, Dýrindalsgøta 2. Dagurin verður hildin frá kl 17.

Halldis Tórðardóttir, Gillagøta 16. Dagurin verður hildin í Skúlaheiminum í Marknagili frá kl. 14.

Jasmin Müller, Blómubrekka 55, Tórshavn. Dagurin verður hildin í Kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju frá kl.15.

Marjun Dánialsdóttir Nolsø, Bertugøta 3. Dagurin verður hildin heima frá kl. 18.

Rannvá Lamhauge, Torkilsgøta 4. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16.

Sarita Herrit Svabo Samuelsen, Karlamagnusarbreyt 16 G. Dagurin verður hildin í Posthúskjallarnum kl. 17.

Dávid Hvítklett, Kristiansgøta 26. Dagurin verður hildin heima frá kl 17.

Hanus Qaavigaq Patursson, Vatnaskarðar 30. Dagurin verður hildin í Roykstovuni í Kirkjubø frá kl. 17.

Hávarður Jákup Danielsen, Guttormsgøta 24. Dagurin verður hildin heima frá kl. 15.

Jákup Poulsen, Smærugøta 5, Tórshavn. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16.

Jógvan Ziska Simonsen, Dýrindalsgøta 6. Dagurin verður hildin í Arbeiðarafelagshúsinum, Tinghúsvegur 9, inngongd frá Bøkjarabrekku, frá kl.16.

Jónas Fossabrúgv, Guttormsgøta 27. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17.

Markus Trygvason Hentze. Maritugøta 7. Dagurin verður hildin fyri innbodnum.

Tóki Hanusarson Horsdal, Millum Gilja 19. Dagurin verður hildin millum Gilja 48 frá kl. 16.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. mars 2024

77 Leygardagur 23. mars 2024

Konfirmantar í Havnar kirkju í morgin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión verður í Havnar kirkju pálmasunnudag kl. 11. Prestur er Anne Mette G. Klemmensen.

Konfirmantarnir eru:

Bjørk Dánjalsdóttir Absalonsen, Tjarnarlág 7. Opið hús frá kl. 16. 

Eva Albinsdóttir, Áargeil 23. Opið hús frá kl. 17.  

Annika Fríða Hammershaimb Anthoniussen, Hoyvíksvegi 72. Vælkomst frá kl. 16. 

Julia Hilmarsdóttir Anthoniussen, C. Pløyens gøtu 8. Opið hús frá kl. 16.

Marius Volker Behrens. Kantinan í høvuðsbygninginum hjá Faroe Ship. Opið hús frá kl. 15.

Cecilia Berg, Tórugøtu 37. Opið hús frá kl. 16.

Rita Maria Arge Dalsgaard, Heinagøtu 5. Opið hús frá kl. 17.

Gyða Beata Djónadóttir, Varðagøtu 9 (KFUK). Opið hús frá kl. 15.

Marcus Johansson Egholm, Niels Finsens gøtu 23. Opið hús frá kl. 16.

Rúni Svabo Egholm, Lítlatrøð 6. Opið hús í Kiwanishúsinum, Jøkulstræti 4 frá kl. 16. 

Heiðrún Bogadóttir Enni. Dagurin verður hildin í Ryskigøtu 25.  

Elin Elmelund Hansen, Spógvavegi 40. Opið hús frá kl. 17. 

Búi Holm, Óðinshædd 44. Opið hús í Odd Fellow húsinum, Grønlandsvegi 56 frá kl. 17. 

William Jan Højgaard, Heinagøtu 5. Opið hús frá kl. 17. 

Arina Biritudóttir Iversen. Í Kantinuni á Posta, Óðinshædd 2. Opið hús frá kl. 16. 

Emma Dam Jacobsen, Frelsunarherurin, (ovaru hædd). Opið hús frá kl. 17.

Elin Joensen, Tórgarðsgøtu 5. Opið hús frá kl. 17. 

Isabella Franksdóttir í Kálvalíð. Opið hús í Glæmuni, Kvívík, Junkaravegi 1, frá kl. 17. 

Heiðrun Torbjørnsdóttir Lisberg, Havnar Handverkarafelag, Stoffalág 60. Opið hús frá kl. 16.

Anna Fríða Magnussen, MEGD húsið, Íslandsvegi 10C. Opið hús frá kl. 17.

Mattias Mc. Intosh, Starvsfelagshúsið, J. H. Schrøtersgøtu 9. Opið hús frá kl. 17. 

Johan Astrod Pareja Michelsen, Bjarnoyarvegi 6. Veitsla fyri innbodnum.

Petur Bárðarson Michelsen, Tórgarðsgøtu 29. Dagurin verður hildin skírhdag 28. mars í Kiwanis, Jøkulstræti 4 frá kl. 15.

Fríða Gunnarsdóttir Mouritsen, Djóna í Geils gøtu 61. Opið hús frá kl. 16.

Sigga Smæra Næs. Dagurin verður hildin í Bridgehúsinum í Gundadali frá kl. 17.

Maynard Tyril-Olsen, Yviri við Strond 103. Opið hús frá kl. 16.

Reinar Rúnason. Dagurin verður hildin í Broncks, Jónas Broncks gøtu 17. Opið hús frá kl. 16.30.  

Ria Reinert Vesturklett, Oman Viðarlund 21. Opið hús frá kl. 17.

Lea Mohr Ziska, Tjarnardeild 9, Føroya Arbeiðarafelag. Vælkoma frá kl. 16.

Villiam Arnold Weihe Øster, Ægishædd 9. Opið hús frá kl. 17. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2024

78 Leygardagur 23. mars 2024

Konfirmantar í Hósvíkar kirkju í morgin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Pálmasunnudag kl. 11 verður konfirmatión í Hósvíkar kirkju. Prestur er Jákup E. Petersen.

Konfirmantarnir eru:

Brandur Reginsson Eldevig, Traðavegur 3, Streymnes. Dagurin verður hildin á Eggjarvegi 17, Leirvík, frá kl.16.

Dánjal Jákup Oddbjørnsson, Glaðsgøta 8, Hósvík. Dagurin verður hildin í Skúlanum við Áir frá kl. 16. 

Heini Dahl-Olsen, Nýggjavegsbrekka 4, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16.

Hjørleif Zachariasen, Traðavegur 40, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 14.

Jákup Bergfinn Weihe Joensen, Hvalvíksvegur 3, Hvalvík. Dagurin verður hildin í Gott í Saltangará skírisdag tann 28. mars frá 15-20.

Jonna á Horn, Traðavegur 28, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 15. 

Jonn Kristleifsson, Gerðisvegur 6, Hvalvík. Dagurin verður hildin í Hvalvíkar Missiónshúsi frá kl. 16. 

Jóannes Hellisá, Traðavegur 37, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 15.

Kristin Samuelsen, Bakkavegur 60, Haldórsvík. Dagurin verður hildin í Avhaldshúsinum frá kl. 17.

Marius Svenning Danielsen, Neystavegur 17, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16.

Markus Larsen (DK), Traðavegur 42, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 15.

Markus Samuelsen, Brekkugerði 10, Hósvík. Dagurin verður hildin heima frá kl 16.

Oddmar Olsen, Brekkugerði 11, Hósvík. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16.

Ranja Bisp, Brekkugerði 7a, Hósvík. Dagurin verður hildin heima frá kl. 15.

Sonja Dalfoss, Fløtugøta 1, Hósvík. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum frá kl. 16.

Trúgvi Egholm, Traðavegur 42, Streymnes. Dagurin verður hildin heima frá kl. 15.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2024

79 Leygardagur 23. mars 2024

Konfirmantar í Vesturkirkjuni í morgin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión verður í Vesturkirkjuni í Havn pálmasunnudag kl. 11. Prestur er Derhard Jógvansson.

Konfirmantarnir eru:

Aibritt á Plógv, Bóndaheygur 9. Dagurin verður hildin í kantinuni í PM Heilsølu, Hoyvíksvegur 74, frá klokkan 15.

Anna Slættanes, Viðargøta 62, Argir. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.

Bára Lamhauge Jacobsen, Bjarnoyarvegur 5. Dagurin verður frá klokkan 14.30.

Charlie Elliot Juhl av Teigum, Villumsgøta 14. Dagurin verður hildin í hølinum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag, Bøgøta 10, frá klokkan 16.

Elias Søderstrøm Zachariassen, Eiriksgøta 5. Dagurin verður hildin í Grønlendingahúsinum frá klokkan 16.

Emilia Maria Vang Heinadóttir, Mikkjalstrøð 13. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.

Hans Marni Gert Nielsen, Sigmundargøta 32. Dagurin verður hildin í ovaru hædd á Skeiva Pakkhúsi, inngongd frá Sigmundargøtu 19, frá klokkan 17.

Katrin Lilja Lamain í Horni, á Frælsinum 25. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.

Katrin Rúnarsdóttir Reistrup, Heygsbreyt 4. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.

Kári Klæmintsson Matras, á Heygnum Mikla 3. Dagurin verður hildin í hølunum hjá SEV á Landavegnum 92, frá klokkan 16.

Lín Guttesen, Jónas Broncksgøta 31. Dagurin verður hildin í matstovuni Seven, Jónas Broncks gøta 31, frá klokkan 14.

Lív Malan Jacobsen, á Frælsinum 4 kj. Dagurin verður hildin á Elnet, Stiðjagøta 5, frá klokkan 16.

Lóa Sigrið Dal Christiansen, Torfinsgøta 32. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.

Marjun Slættanes, Viðargøta 62, Argir. Dagurin verður hildin frá klokkan 16.

Mira Malunardóttir Brøðraberg, Jákups Nolsøesgøta 32. Dagurin verður hildin á Sjóndeplinum, Íslandsvegur 10A, frá klokkan 16.

Óðin Eldevig, Varðabyrgi 24. Dagurin verður hildin á Fugloyarvegi 12 frá klokkan 17.

Pætur Lind Krosstein, Kovalág 3. Dagurin verđur hildin í gomlu Losjuni, Tinghúsvegur 18, frá klokkan 17.

Rannvá Píl Heinesen, Tinghúsvegur 53. Dagurin verður hildin í Sjónleikarhúsinum frá klokkan 17.

Ronja í Dali, Heimasta Horn 34, 1.3. Dagurin verður hildin í kantinuni á Føroya Læraraskúla frá klokkan 14 til 21.

Rókur Stenberg Madsen, Lambagerði 15. Dagurin verður hildin í Silo, Vestarabryggja 15 frá klokkan 14.

Silja Rubensdóttir Magnussen, Hvannasundsgøta 6. Dagurin verður hildin frá klokkan 15.

Sofía Sigurstein, Jákup Nolsøes gøta 14. Dagurin verður hildin í hølunum hjá KFUM á Hoydalsvegi 6 frá klokkan 15.

Sólrun Sesilia Sigtórsdóttir Lützen, Syðradalsvegur 27, Syðradalur S. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Føroya Ríðingarfelag frá klokkan 16.

Teitur Pætursson Klettskarð, Velbastaðvegur 32. Dagurin verður hildin frá klokkan 17.

Tóki Bárðarson Dahl, Varðagøta 63. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Wenzel Service á Gamla Velbastaðvegi 15 frá klokkan 15. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2024

80 Leygardagur 23. mars 2024

Konfirmantar í Christianskirkjuni í morgin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Pálmasunnudag kl. 11 verður konfirmatión í Christianskirkjuni í Klaksvík. Prestur er Hanus á Gørðum.

Konfirmantarnir eru:

Ester á Gørðum á Brekku 5. Dagurin verður hildin í kirkjukjallaranum frá kl.17

Súsanna Johnsdóttir Oman eið 3. Dagurin verður hildin frá kl.15

Eyðhild Jørgensen Stangavegur 49. Dagurin hildin í Skálanum frá kl 15

Sofía við Ravnagil Geilin 23. Dagurin verður hildin frá kl.16

Hanna Waag Víkavegur 83. Dagurin hildin í Missiónshúsinum á Viðareiði frá kl.16

Ariel Alstad Stampe Dagurin verður hildin í Gamla sjómansskúlanum, Garðavegur 10, frá 16-20

Hans Andrias Arge Kjalarvegur 18. Dagurin verður hildin frá kl.16

Amaliel í Beiti, Undir Grashjalla 4. Dagurin hildin frá 17

Julian Hansen, Undir Klakki 7. Dagurin verður hildin Barnahúsið Margit frá kl.17

Silas Ragnarsson Højsted, Heygavegur 31. Dagurin verður frá kl17

Eyðun Lamhauge, Oyrarvegur 22. Dagurin verður hildin frá kl.17

Elias Addisu Lützen Stoksoyrarvegur. Dagurin veðrur hildin í Skótahúsinum Gerðagøta 11, frá kl.15

Patrick Edvin Madayag Kjærbo, Stoksoyrarvegur 48, Klingurgarðinum uppi á loftinum hjá KBI frá kl.16-20

Markus í Mittúni, á Brekku 36. Dagurin hildin Norðoya Kvinnufelag, Bøgøta 3 frá kl.16

Hugin Pállsson, Kráargøta 66. Dagurin verður hildin frá kl.16

Emil Linklett Poulsson, Rygsvegur 4. Dagurin hildin á Heygavegi 56, Gamla Norðva frá kl.15.30

Tórur við Ravnagil, Geilin 23. Dagurin verður hildin frá kl.16

Jógvan Kári Sigurðsson, á Brekku. Dagurin verður hildin í Bátafelagnum, gamla roykivirkið, frá kl.16

Dávid Svabo, Millum hjalla. Konfirmatión verður hildin fyri innbodnum

Anfinn Vang Vilhelm, Mylnugøta 23. Dagurin verður hildin frá kl.17

Jónatan Olgarsson Eysturskor, Kjalarvegur 52. Dagruin verður hildin Millum Hjalla 29 frá kl.17 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2024

81 Leygardagur 23. mars 2024

Konfirmantar í Húsavíkar kirkju í morgin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmatión verður í Húsavíkar kirkju pálmasunnudag kl. 11. Havstein Klein er prestur.

Konfirmantarnir eru

Teodora Sigfríð Hentze, Heimasandsvegur 14, Sandur, opið hús frá kl. 16.

Kristina Fríða Wilhelmsdóttir, Fram við Ánni 15, Húsavík, opið hús frá kl. 16.

Jonhild Ørvarodd, opið hús í missiónshúsinum á Sandi frá kl. 14.

Rógvi Sigurd Herálvsson Jensen, Áarbøur 3, Sandur, opið hús frá kl. 15.

Fróði Hentze, undir Reynum 13, Sandur, opið hús frá kl. 16. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2024

82 Leygardagur 23. mars 2024

Konfirmantar í Vágs kirkju í morgin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Pálmasunnudag kl. 11 verður konfirmatión í Vágs kirkju við Patrick de Neergaard, presti.

Konfirmantarnir eru:

Kristin Mortansson Dagurin verður hildin í skótahúsinum, frá kl. 15.

Bogi Augustinussen Dagurin verður hildin heima Í Mýrunum 4, frá kl. 16.

Líggjas Beder Grástein, Porkeri. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum í Porkeri, frá kl. 15.

Danjal Jákup Ripley, Porkeri. Dagurin verður hildin í Húsinum við Á, frá kl. 15.

Jens Ari Beintuson Kjærbo. Dagurin verður hildin heima í Geiluni 49, frá kl. 15.

Dann Markus Joensen. Dagurin verur hildin heima á Eiðisvegi 15, frá kl. 16.

Silas í Lágabø Dagurin verður hildin í kantinuni á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, frá kl. 15.

Anna Aleksandra Karstinsdóttir, Sumba. Dagurin verður hildin í dansistovuni í Sumba, frá kl. 14.

Diana Bech Dagurin verður hildin í Meinigheitshúsinum, frá kl. 16.

Nomi Hjørdis Vejhe Hansen, Porkeri Dagurin verður hildin í Porkeris skúla, frá kl. 15.

Bára Gunnleyg Joensen, Sumba Dagurin verður hildin í skúlanum í Sumba, frá kl. 16.

Viktoria Mariusdóttir Kærbech Dagurin verður hildin í hølinum hjá Vágs kappróðrarfelagið, frá kl. 14.

Femja Mørk Petersen Dagurin verður heima á Marknoyrarvegi 7, frá kl. 15. 

Ingvá Ann Hansen, Dagurin verður hildin fyri innbodnum á Garðslon.

Paula Armonaviciute Niclasen. Dagurin verður hildin í Pakkhúsinum, frá kl. 14.

Eva Margrethe Debess Dagurin verður hildin heima á Vágsvegi 9, frá kl. 17. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. mars 2024