Leygardagur 06. apríl 2024 | Nr. 14 | Árgangur 5 | Kr. 0,00
SíÐa 2
SíÐa 20
SíÐa 6
SíÐa 43
SíÐa 34
SíÐa 32
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Tað sær út til at rúsandi narkotisk evni gerast alt meira vanlig í Føroyum. Tað er næstan ikki dagur, at løgreglan ikki hevur tíðindi, sum snúgva seg um ólóglig evni – eitt nú er tað næstan meira vanligt, at bilførarar, sum verða støðgaðir og skuldsettir fyri at vera ávirkaðir, eru ávirkaðir av øðrum enn rúsdrekka, sum tað verður kallað á løgreglumáli.
Brot á lógina um euforiserandi evni eru eisini farin at leggja hald á nógv meira tíð í Føroya rætti, enn hon fyrr hevur gjørt, og nú verður eisini tosa um, ikki at lógliggera, men á onkran hátt at avkriminalisera tey sonevndu bleytaru narkotisku evnini, so sum hassj og marijuana.
Tað liggur ein andsøgn í, at vit hava ein almennan stovn, sum innflytur og selur rúsdrekka – alkohol – sum av fólkum, ið siga seg hava skil fyri slíkum, verður skýrt líka so vandamikið, um ikki meira, enn hesi nevndu bleytaru narkotisku evnini.
Ikki tí vit fara at mæla til lógliggera hesi rúsevni. Tíbetur eru hesi evnini enn ikki vorðin ein so vanligur partur av gerandisdegnum – av vanligu lívsførsluni ella mentanini – sum tey eru í eitt nú Niðurlondum, Týsklandi, USA, og øðrum londin, har tey nú eru legaliserað, einamest í eini ásannan av evnini eru vorðin so vanlig millum fólk, at tað ikki gevur meining at stríðast ímóti.
Soleiðis er ikki hjá okkum. Tað eru tey fægstu av okkum, sum hava verið nærhendis slíkum narkotiskum evnum.
Men hagtølini og metingarnar – ikki bara hjá løgregluni og tollvaldinum – men eisini hjá viðgerðarum og øðrum, sum hava samband við fólkini, ið brúka ella misbrúka hesi evni, fortelja okkum nakað annað. Mongdirnar økjast, sløgini fjølgast, eftirspurningurin økist, brúkararnir gerast fleiri og yngri og onkra staðni, helst í útlondum, sita bakmenn, og helst eisini -konur, og frøast um vinningin frá hesum svarta marknaðinum.
Sjálvandi skulu allar kreftir stríðast ímóti, at hetta sleppur at halda fram og vinda upp á seg. Setast skal inn við fyribyrgjandi arbeiði og tiltøk skulu gerast, sum kunnu hjálpa til við at minka tørvin og trongdina hjá møguligum brúkarum at nærkast hesum evnum.
Men vit vita – tíverri – at hetta er eitt tógvið og krevjandi stríð, og tí er eisini av týdningi at brúka orkuna og pengarnar har, sum tey gera størst nyttu.
Og tað er ikki at jagstra smáfiskar á marknaðinum. Setast skal inn har tað ger mun og – kanska – gevast við at brúka orku upp á jagstra og saksøkja og døma tey, ið ganga við smáum mongdum av hesum ólógligu evnum til egið brúk, tí tað stríðið hjálpir ikki upp á tann stóra trupulleikan.
Onkursvegna eiga vit at skoða hendan trupulleikan trupulleikan úr sama sjónarhorni, sum tá vit líta at trupulleikanum við rúsdrekka. Tað er alment góðkent at vit til tíðir njóta rúsandi alkoholiskar drykkir, enntá eisini so nógv, at ein kenning ella meira enn tað er úrslitið – bara vit ikki gera ávís ting, sum sambært lóg eru ólóglig at gera við alkoholi í kroppinum.
Um nú hassj og marijuana er minni vandamikið fyri kroppin enn ein ‘vanlig’ kenning er, er tað so neyðugt at gera njóting av tí til eitt brotsverk?
Besta lomvigabergið farið í havið
Vestantil nakað sunnanfyri í Skúvoy hevur eitt stórt omanlop verið ein av døgunum kring páskahátíðina.
Hildið verður, at var páskaaftan, at tað leyp.
Talan er um eitt rættiliga stórt omanlop, og Harry Jensen úr Skúvoy, segði við útvarpið um páskirnar, at urðarnar sum eru komnar av omanlopinum eru øgiliga stórar. Serliga tann eina, og so eru tvær smærri.
Omanlopið hevur tikið stóran part av lomvigaberginum í oynni við sær í havið, og tað verður mett at vera dyggur smeitur fyri lomvigan.
Hetta er ein dyggur smeitur fyri stovnin, sum frammanundan er illa fyri, sigur Jóhannis Danielsen, fuglafrøðingur á Havstovuni, við útvarpið.
Annan páskadag vóru skúvoyingar við Sildberanum ein túr vestanfyri og hugdu eftir umstøðunum.
Ólavur Frederiksen tók myndirnar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2024
Løgmansskrivstovan hevur biðið um eykajáttan til vitjanina í juni
Tað er ikki ókeypis at fáa gestir. Í februar boðaði kongshúsið frá, at kongshjúnuni koma til Føroya á almenna vitjan í summar. Eftir ætlan verður vitjanin í døgunum 11. til 14. juni.
Tað er Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum verður vertur fyri vitjanini, og í tí sambandi hevur Løgmansskrivstovan biðið um 700.000 krónur í eykajáttan.
Av tí, at Løgmansskrivstovan ikki hevur fíggjarlígt rúm fyri tílíkum eyka virksemi, verður biðið um eykajáttan á 700.000 krónur, stendur í viðmerkingunum til uppskotið um eykajáttan.
- Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani tey tóku við trónuni. Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroyar sum kongshjún, sigur Aksel V. Johannesen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2024
– Tá talan er um bøtur á yvirtiknum málsøkjum, eiga hesar sjálvsagt at fella til landskassan, sigur Aksel V. Johannesen løgmaður í svari til fyrispurning frá Jørgeni Niclasen
Aksel. V. Johannesen, løgmaður, ætlar, at tær bøtur, sum verða skrivaðar á yvirtiknum málsøkjum, framyvir skulu fella í landskassan og ikki í ríkiskassan.
Hetta framgongur í svari frá løgmanni uppá §52a fyrispurning frá Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni.
– Tá talan er um bøtur á yvirtiknum málsøkjum, eiga hesar sjálvsagt at fella til landskassan. Tí tók eg longu málið upp við danska forsætisráðharran á fundi í Keypmannahavn hin 2. oktober í fjør. Eg kom við eini áheitan um, at samráðingar verða tiknar upp um eitt øðrvísi býti av sektum millum ríkiskassan og landskassan, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Á fundinum varð avtalað, at Løgmálaráðið og danska Justitsministeriet umrøða hesi viðurskifti nærri. Samráðingar verða væntandi tiknar upp í næstum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2024
Kemur til Føroya at halda fyrilestrar 23. til 25. september
Nú fáa Føroyar vitjan av navnframa danska rúmdarfararanum Andreas Mogensen. Hann kemur til Føroyar 23. september og fer avstað aftur 25. september.
(Mynd: EPA)
Hann fer at vitja landsstýrið og Torshavnar kommunu, og eisini halda nakrar fyrilestrar um ferð sína. Eitt av endamálinum við vitjanini er, at vekja áhugan í Føroyum yvirhøvur fyri rúmdini og teir møgulleikar sum har eru bæði fyri einstaklingar og eisini hjá føroyskum vinnulivi og okkara gransking.
Andreas Mogensen hevur sjálvandi slipsið hjá William Heinesen við sær, og fer hann at nýta høvið til at handa aftur til familjuna hjá skaldinum.
Úr Føroyum fer Andreas Mogensen víðari til Grønlands a kunningarferð sínari.
Nærri skrá fyri vitjanina i Føroyum verður lyst seinni .
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2024
Hetta er niðurstøðan eftir annan fundin hjá Høgna Hoydal innan hálvt ár við Ling Ji, varahandilsmálaráðharra. Fyrireikingar til fríhandilssáttmála millum londini halda fram
Fyri aðru ferð uppá eitt hálvt ár hevur Høgni Hoydal verið á fundi við Ling Ji, sum er kinesiskur varahandilsmálaráðharri.
Mikudagin hittust partarnir á kinesisku sendistovuni í Keypmannahavn - í oktober í fjør var landsstýrismaðurin við uttanríkis- og vinnumálum á vitjan í Beijing.
- Tá varð avrátt, at farast skuldi undir at fyrireika neyðugu stigini til formligt samskifti um ein fríhandilssáttmála millum Føroyar og Kina. Fundurin hesaferð hevði til endamáls at tryggja framgongd í fyrireikingunum, og umrøða tættari búskaparligt samstarv millum londini.
Soleiðis skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið á heimasíðu sínari.
Hoydal og Ji, umframt stjórnirnar, hava áhuga í at økja um samhandilin. Tað liggur ikki nakaða sáttmálauppskot á borðinum enn, men sambært uvmr.fo, varð semja gjørd um at halda fram við fyrireikandi ráðføringunum um ein fríhandilssáttmála millum Kina og Føroyar.
- Umframt fríari marknaðaratgongd fyri føroyskar fiskavørur í Kina, varð komið inn á tørvin á samstarvi um grøna orkuskiftið og møguleikarnar hjá veitingar- og tænastuvinnum á kinesiska marknaðinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2024
Men ikki so nógvur farmur kemur við aftur til Føroya
FarCargo hevur flogið við flogfarinum Eysturoy í ein mánað ella so. Úr Føroyum er flogfarið á tremur við laksi, men aftur til Føroya haltar við at fáa farm.
Hetta er nakað sum skal byggjast upp. Nú hevur vinnan møguleikan og tey skulu eisini hava álit á, at flúgvingin er reglulig, sigur Birgir Nielsen, stjóri í FarCargo, við útvarpið.
Hann sigur, at tey høvd væntað eitt sindur meira av returfarmi, men tey trúgva uppá, at tað fer at bera til.
Tveir túrar verða gjørdir til USA sum nú er, og hósdagar verður flogið til Brússel í Belgia við laksi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2024
Skrokkurin kom til Skagen leygardagin, og skipið skal eftir ætlan latast Framherja í heyst
Í oktober/november verður Høgaberg eftir ætlan latin reiðarínum Framherja, og stutt eftir verður farið til fiskiskap.
Men áðrenn tað, skal nógv gerast umborð á 88 metrar langa skrokkinum, sum kom til Skagen úr Polandi í vikuni. Tað er Karstensens Skibsværft, sum smíðar Høgaberg, og næstu mánaðirnar verður nógv virksemi umborð.
Karstensens skipasmiðjan hevur tikið myndirnar - fleiri myndir her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2024
Toskurin var nakað rak í mun til onnur ár, men magakanningarnar vístu kortini, at væl var etið av nebbasild
Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13. til 17. mars við rannsóknarskipinum Jákup Sverra.
Einans 13 trolstøðir av 29 vórðu kannaðar hesaferð, av tí at Jákup Sverri fekk tekniskar trupulleikar. Í hálunum vóru skásett 21 ymisk fiskasløg, og tvey sløg av høgguslokki.
Nógv av bæði hýsu og toski var at fáa, tó var nøgdin av toski minni enn somu tíð í fjør.
Grunna økið varð raðfest fyrst á túrinum, tískil er útbreiðsluøkið av toski og hýsu væl umboðað, men møguliga er nøgdin av toski og hýsu nakað yvirmett, av tí, at djúpu økini ikki eru kannað. Toskurin var nakað rak í mun til onnur ár, men magakanningarnar vístu kortini, at væl var etið av nebbasild.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2024
Uppgávan at taka ímóti flóttum og tilflytarum og børnum teirra er nógv størri enn einans at geva teimum málsliga frálæru
Tórshavnar Kvøldskúli gevst við undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Orsøkin er, at byrðan hjá kvøldskúlanum er vorðin ov tyngjandi.
Starvsfólk á Kvøldskúlanum hava greitt frá, at næmingar á skúlanum, sum eru tilflytarar ella flóttar, ofta hava stórar avbjóðingar, tí teirra lív er merkt av kríggi, vanlukku, kreppu, ótta, sorg og øðrum líknandi avbjóðingum.
Tórshavnar Kvøldskúli metir ikki, at talan er um málsøki, sum kvøldskúlin hevur ábyrgd av og kann taka hond um.
Tórshavnar Kvøldskúli hevur kunnað avvarðandi myndugleikar um støðuna, og eftir summarfrítíðina verður undirvísingin ein landsuppgáva, sum Undirvísingarstýrið fer at umsita.
Oman fyri túsund næmingar
Tórshavnar Kvøldskúli er upphav til lærugreinina føroyskt sum annaðmál, og eigur stóran og avgerandi lut í, at tilflytarar hava fingið holla og væl skipaða skúlaundirvísing í føroyskum máli og mentan.
Samlaða talið av tilflytarum, sum hava verið í skipinini hjá Tórshavnar Kvøldskúla árini frá 2014 og frameftir er omanfyri eitt túsund. Samlaða talið byggir á næmingatøl frá teimum tíggju tilboðunum, sum hava verið beinleiðis stílað tilflytarum. Sum eitt dømi kann nevnast, at Tórshavnar Kvøldskúli hevur skipað fyri undirvísing í føroyskum fyri flóttum úr Ukraina.
Talan hevur verið um undirvísing fyri vaksnum, men eisini fyri børnum í móttøkuflokkinum.
Søguliga gongdin
Tað var í 2014, at starvsfólkini á kvøldskúlanum løgdu til merkis, at tilflytingin til Føroya øktist munandi, og at tørvur var á meiri undirvísing.
Men søgan um føroyskt sum annaðmál hevur eina uppaftur longri søgu aftan fyri seg.
Fyri 2014 skipaði Kvøldskúlin í mong ár fyri styttri skeiðum á 20 tímar í føroyskum fyri nýbyrjarar, sum lærugreinin tá varð kallað.
Á heysti í 2014 varð eitt longri skeið stovnað fyri tilflytarar, sum hava røtur uttan fyri Norðurlond. Tímatalið varð hækkað til 300, og skeiðið varð boðið út í samstarvi millum kvøldskúlan, Tórshavnar kommunu, Mentamálaráðið og Arbeiðsloysisskipanina.
Stórur áhugi var fyri hesum skeiði, og 1. januar í 2015 var farið undir framhaldsskeið fyri teir næmingar, sum fegnir vildu halda fram. Framhaldsskeiðini hildu á til juni í 2020, og tað var gjørt í tøttum samstarvi millum kvøldskúlan, Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið.
Seinastu árini hevur undirvísingin í føroyskum sum annaðmál verið skipað eftir altjóða leisti, sum veitir frálæru og skipar royndir fyri tilfytarar. Talan er um hina sokallaðu CEFR-skipanina, sum er stytting fyri Common European Framwork of Reference for Languages.
Tíðindaskriv frá Tórshavnar kvøldskúla
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2024
Bryggjukanturin framman fyri Pelagos í Fuglafirði skal leingjast við 80 metrum
Umhvørvisstovan hevur givið Spf. Framherja í Fuglafirði umhvørvisgóðkenning í sambandi við ætlaðu útbygging av havnarlagnum á Enni í Fuglafirði.
Sambært ætlanunum, skal verandi havnarlag víðkast við 2.500 fermetrum. Tunnilsgrót við spreingileindingum úr plasti verður nýtt til útfyllingina. Umhvørvisgóðkenningin hevur heimild í §§ 28 og 29 í løgtingslóg um verju av umhvørvinum.
Umhvørvisgóðkenningin er grundað á upplýsingar frá Framherja um verkætlanina og ætlaða virksemið, tá havnarlagið er fult útbygt.
Talan er um eina leinging av verandi atløgubryggju framman fyri uppsjóvarvirkinum, Pelagos. Atløgubryggjan skal leingjast 80 metrar úteftir, ella norðureftir, sum tey rópa tað á staðnum, hóast talan er um ein landsynning.
Ein stálspunsveggur skal byggjast, og síðan verður fylt við tilfari úr nýggja frystitunnlinum inni í fjallinum, sum verður sprongdur um somu tíð, sum bryggjan verður gjørd. Roknað verðru við at brúka umleið 33.000 rúmmetrar av gróti at fylla 2.500 fermetra stóra bryggjuøkið út. Í grótinum eru spreingitræðrir (Nonel), verður upplýst í umhvørvisgóðkenningini.
Her verður eisini upplýst, at spreingingin av nýggja frystitunnlinum byrjar nú fyrst í apríl, at stálið til bryggjuna verður uppskipað í Fuglafirði um miðjan apríl, at uppfyllingararbeiðið væntast liðugt móti endanum av september, og at bryggjuøkið kann takast í brúk undan jólum í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2024
Hetta er galdandi fyri so at siga allan apríl mánaða, meðan Kristin Michelsen er í feriu
- Meðan Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, er burturstaddur í feriu frá 1. apríl fram til 29. apríl, verður tað vararborgarstjórin, Anita Vibergsdóttir, ið røkir starvið.
Hesum boðar Tvøroyrar kommuna frá á heimasíði sínari.
Bæði í hesari setuni og í tí undanfarnu hevur Anita røkt borgarstjórasessin, tá Kristin Michelsen hevur verið burtur.
Kommunuval verður í november.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2024
850.000 krónur eru játtaðar til verkætlanir, sum skulu upplýsa um og gera heilsugóðan mat úr føroyskum rávørum og føroyskari framleiðslu í gerandisdegnum og í undirvísing
Í fíggjarlógini eru 850.000 krónur játtaðar til at fremja royndarverkætlanir, ið kunnu økja framleiðsluna, nýtsluna, virðingina og tilvitskuna um stuttfluttar føroyskar dygdargóðar og heilsugóðar matvørur, og Umhvørvis- og vinnumálaráðið, ið umsitur játtanina, lýsir nú eftir umsóknum um stuðul til slíkar verkætlarnir.
Verkætlanirnar skulu hava til endamáls at upplýsa um og gera heilsugóðan mat úr føroyskum rávørum og føroyskari framleiðslu í gerandisdegnum og í undirvísing. Eitt nú kunnu dagstovnar, skúlar, bústovnar og ellis- og røktarheim søkja saman við lokalum framleiðarum, áhugabólkum og fakfólkum, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Málið er, at í minsta lagi tríggjar verkætlanir, og helst fleiri, verða framdar, og einki minsta mark er fyri stødd á verkætlanum.
Freistin at søkja um stuðul er 30. apríl.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2024
Sjónleikarin fær 125.000 krónur til at seta upp tveir leikir. Annar um eina sorgarhending í Hesi og hin um Sáru Malenu í Skúvoy
Árligi Listaflogstuðulin hjá Atlantic Airways verður í ár latin Gunnvá Zachariasen, leiklistakvinnu.
Gunnvá Zachariasen skal brúka stuðulin til tveir einkonuleikir, ið hon leingi hevur ætlað at ført út í lívið.
Í ár er stuðulin hækkaður upp í 125.000 krónur, og tað var ein samd stuðulsnevnd, ið valdi Gunnvá Zachariasen úr rúgvuni av umsóknum til at fáa hesa upphædd. Í ár komu 24 umsóknir, ið tilsamans søktu um góðar tvær milliónir krónur.
- Gunnvá Zachariasen er ein dugnaligur sjónleikari, ið hevur drúgvar royndir innan fyri føroyska yrkisleiklist. Hesar báðar verkætlanirnar, ið vit velja at stuðla, viðgera okkara søgu og mentan við søgusiging – storytelling – í fokus. Tað er eitt kynstur at fáa lív í og at duga at siga frá søgum, og tað er forkunnugt at taka henda siðin upp. Og sum nevnd vilja vit fegin stuðla hesum báðum leikunum, millum annað tí teir viðgera evni, sum eru áhugaverd og viðkomandi fyri okkum, sigur nevndin í síni grundgeving.
Í nevndini sita Jóhan Martin Christiansen, umboð fyri Listafólkasamband Føroya, Alda Joensen, umboð fyri Almanna- og mentamálaráðið og Annika Larsen Black, umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways.
Einkonuleikirnir, ið Gunnvá skal brúka stuðulin til, hava fingið heitini ‘Upphav’ og ‘Sára Malena’. Tann fyrri snýr seg um eina ræðuliga hending úti í Hesti í 1919, tá tveir bátar fórust á sjónum, og bygdin misti 10 prosent av íbúgvunum í einum.
Hin leikurin, ‘Sára Malena’, snýr seg um Sáru Malenu í Skúvoy, sum segðist vera gandakelling. Sára Malena er júst vorðin aktuell aftur í skaldsøgu við sama navni eftir Sólruna Michelsen. Gunnvá ætlar sær at skriva ein monolog, har Sára Malena fær eina rødd og sleppur til orðanna við íblástri úr teimum heimildarkeldum, ið finnast um hana, umframt skaldsøguni hjá Sólruni Michelsen.
Og yrkissjónleikarin fegnast sum vera man um stuðulin til einkonuleikirnar.
- Fyri meg hevur tað nógv at siga at kunna seta tíð av til at arbeiða við hesum verkætlanum. Sjónleikur er kostnaðarmikil at framleiða og at fáa ein so dyggan stuðul at byrja við, ger tað møguligt at seta hesar verkætlanir í gongd. Hetta eru tveir einkonuleikir, sum eg havi havt í huganum í fleiri ár, so vónandi verður sjøtil settur á teir seinni í vár og í summar, sigur Gunnvá Zachariasen.
Hetta er sætta ferðin, at Atlantic Airways letur Listaflogstuðulin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2024
Føroya Symfoniorkestur og Jákup Dahl Wardum framføra søguna um Tubbinu
Sjónleikarin, skemtarin og frásøgumaðurin, Jákup Dahl Wardum, fer saman við Føroya Symfoniorkestri at siga søguna um Tubbinu.
Søgan snýr seg um eina tuba, sum spælir í orkestrinum. Tubina er troytt av at spæla somu tveir tónarnar, og at hon ongantíð sleppur at spæla eitt ordiligt lag.
Tubbina fer síðan á ævintýraferð, tí hon vil so fegin royna at spæla eitt lag. Súsanna Tórgarð hevur týtt søguna til føroyskt.
Tvær almennar konsertir vara. Í Norðurlandahúsinum í kvøld og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í annaðkvøld. Umframt almennu konsertirnar verða níggju konsertir fyri barnagørðum og skúlum.
Atli K. Petersen hevur útsett tveir nýggjar føroyskar sangir fyri symfoniorkestur, og á skránni vera eisini onnur løg, sum tey flestu ivaleyst kenna væl.
Dirigentur er Bernhardur Wilkinson.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2024
Hann er danskur DJ og framleiðari. Borgarliga navnið er Morten Brangstrup Olsen, og hevur hann havt ávísan viðveind seinastu árini
- Hann er er DJ og framleiðari. Hann hevur útgivið egnan tónleik og remixað tónleik hjá øðrum. Og hann hevur hittað bæði heima í Danmark og úti í heimi – eitt nú í USA, har staklagið "Revolution" seldi so væl, at tað fekk gull-viðurkenning.
Soleiðis lýsir Summar Festivalurin Fautix. Hetta er nýggjasta navnið til ársins festival og eitt av teimum heitu innan elektroniskan tónleik.
Faustix er dani. Hann hevur útgivið tónleik síðani 2010, og serliga seinnu árini hevur hann veruliga havt undanvind.
Fautix hevur framleitt tónleik saman við summum øðrum tónleikarum.
Summar Festivalurin skrivar, at hann eisini er kendur frá sjónvarpsrøðini "The Olsens". Tað er ein sonevnd reality-røð, har fylgt varð við lívinum hjá Faustix, sum hevur borgarliga navnið Morten Brangstrup Olsen, og konuni Irina Olsen, sum er kendur influensari.
Summar Festivalinum verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2024
Ellie Linden eitur orkumikla songkvinnan, sum stendur í miðjuni, og hon minnir ikki sørt um eina blanding av Debbie Harry og Gwen Stefani
Eitt brak av eini konsert er í væntu, tá ið norski bólkurin Das Body kemur á vitjan á G! Festivalinum í Syðrugøtu í summar.
Tónleikurin tey spæla er er eitt slag av punkdisko tónleiki. Ellie Linden eitur orkumikla songkvinnan, sum stendur í miðjuni, og hon minnir ikki sørt um eina blanding av Debbie Harry og Gwen Stefani.
Das Body er ein av hasum bólkunum, har tað er ringt at fanga teirra sonnu orku á upptøkum – eins og tað er ringt at fanga hugflog og goyma tað á fløsku.
Boðini eru stutt og greið: Das Body skal upplivast!
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2024
Lisbeth Nebelong við nýggjum søgum úr Føroyum
Føroyar eru sjáldsamur gestur í donskum bókmentum, men nú er høvundurin handan Færø Blues-trilogiina klár við stuttsøgukringinum “Sonate for sorgfulde hjerter”, sum umframt í Føroyum ferðast í Íslandi og Norðurnoregi.
“Sonate for sorgfulde hjerter” fagnar lívinum og kærleikan. Sjey samantvinnaðar søgur úr Útnorðri um náttúru, tónleik og ferðir, sum fáa slóðbrótandi týdning.
Rithøvundurin vevar allar sjey søgurnar saman, so at tær, umframt at standa sterkt hvør sær, kunnu lesast sum ein framhaldandi forteljing, ið angar av Norðuratlantshavi.
Lisbeth Nebelong, fødd 1955, búði trý ár í Havn sum barn og ung. Hon debuteraði í 2003 við “Når engle spiller Mozart”. Í 2008 kom “Færøblues”, í 2014 “Møde i mol”, og í 2016 komu allar tríggjar skaldsøgurnar út í einum tríverki sum “Færø Blues Trilogien”.
Siðani 2010 hevur Lisbeth eisini skrivað ferðabøkurnar “Turen går til Færøerne”.
Í døgunum 8. til 29. apríl vitjar Lisbeth Føroyar við nýggja stuttsøgukringinum. Seks framløgur kring landið eru á skránni:
Mikudagin 10. apríl kl. 19: Bókaframløga í HNJ/Paname í Havn
Hósdagin 11. apríl kl. 16.30 til 18: Bókaframløga og myndafrásøgn á Klaksvíkar bókasavni.
Týsdagin 16. apríl kl. 19.30 til 21: Bókaframløga og myndafrásøgn á Bókasavninum við Løkin.
Hósdagin 18. apríl frá 19.30 til 21: Bókaframløga á Fiskastykkinum í Sandavági. Elin Brimheim Heinesen undirheldur við sangi og tónleiki.
Leygardagin 20. apríl kl. 15 til 17: Bókaframløga á Café MorMor á Tvøroyri. Kristian Holbæk (sng) og Óli Holbæk Mortensen (guittar) undirhalda.
Sunnudagin 28. apríl kl. 15 il 17: Bókaframløga á Café Mølini í Skálavík. Bjartur Leo Niclasson (guittar) undirheldur við tónleiki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2024
Biður um at vera loyst úr embætinum sum forsætisráðkvinna fyri at miðsavna seg um forsetavalið
Íslendska forsætisráðkvinnan, Katrín Jakobsdóttir, hevur nú gjørt av at stilla upp til komandi forsetavalið í Íslandi. Samstundis gevst hon sum leiðari fyri stjórnini millum flokk hennara, vinstru-grønu, Sjálvstæðisflokkin og Framsóknarflokkin.
Í fráboðan sínari í gjár upplýsti Katrín Jakobsdóttir, at hon longu hevði tikið avgerð um ikki at stilla upp aftur til komandi altingsval. Men nú hevur hon so tikið avgerð um at royna at gerast forseti Íslands.
- Hóast eg longu havi tikið avgerð um ikki at stilla upp til altingsvalið, so ynski eg at halda fram við at stremba eftir at gera nakað gott fyri okkara samfelag. Tí havi eg tikið avgerð um at biðja um at verða loyst frá embætinum sum statsministari fyri at stilla upp til komandi forsetaval, segði hon í fráboðanini.
- Hetta er eitt týðandi embæti. Forsetin skal skilja, hvussu politikkur og samfelagið virkar. Forsetin skal vísa leiðaraevni og eyðmýkd. Forsetin skal verja landsins áhugamál altjóða og vera førur fyri at taka truplar avgerðir, segði Katrín millum annað.
Hon ætlar sær nú at ferðast kring landið fyri at hitta fólkið og tosa um framtíð landsins við tey.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2024
Charles kongur var til gudstænastu í Windsor páskadag
Bretski Charles kongur heilsaði páskadag uppá nøkur av teimum, sum vóru møtt upp eftir páskagudstænastu á slotskapellinum á Windsor slottinum.
Hetta er fyrstu ferð at kongurin vísir seg til størri tiltøk síðan hann fekk staðfest krabbamein, skrivar BBC.
Tað mundi koma óvart á fleiri í mannamúgvuni, at 75 ára gamli kongurin heilsaði og tók í hondina á fleiri.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Nógv ynsktu Charles kongi gleðiligar páskir og góðan bata.
William prinsur og Kate prinsessa vóru ikki til staðar. Kate prinsessa er enn í viðgerð fyri krabbamein.
Les eisini: Bretska Kate prinsessa fingið staðfest krabbamein
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2024
Men handil við rúsevnum er tó framvegis ólógligur
Øll oman fyri 18 ár, sum eru búsitandi í Týsklandi, kunnu nú bæði dyrka og eiga kannabis. Tað sigur ein nýggj lóg, sum fyrr í ár varð samtykt í týska samveldisdegnum, og sum kom í gildi 1. apríl.
Nógva staðni í Týsklandi fegnast tey nú um, at tað ikki longur er ólógligt at rúsa seg við hesum grøna evninum.
Í grannalandinum fyri norðan, Danmark, halda tey nú serligt eyga við hesum evninum, serliga er tað løgreglan í Suðurjútlandi, sum nú ansar eftir at hesi evnini ikki fara at floyma yvir um markið.
- Vit eru á varðhaldi, bæði við markið og inni í landinum, nú nýggja lógin er komin í gildi, sigur Jesper Hansen, virkandi løgregluovasti og leiðari fyri útlendingaeftirlitið í økinum.
Á fleiri økjum er lóggávan ymisk í Týsklandi og í Danmark, og nú ætlar løgreglan serliga at ansa eftir, at týskir ríkisborgarar, sum arbeiða norðan fyri markið, ikki hava evni við sær, sum nú er lógligt sunnan fyri markið, men bannað norðanfyri.
- Tað er líka mikið, um ein er týskur ella danskur ríkisborgari. Verður persónur tikin við hassji uppi á sær við markið, so er revsingin tann sama fyri øll. Og tað er ein bót, sigur Jesper Hansen.
Sambært nýggju týsku lógini, er tað nú lógligt at hava upp til 50 gramm av kannabis ella kannabisplantum heima hjá sær sjálvum, og 25 gramm um ein ferðast í almenna rúminum.
Frá 1. juli verða kannabisklubbar við upp til 500 limum gjørdir lógligir. Á slíkum klubbum verður loyvt at dyrka kannabis í størri mongdum, og limirnir kunnu fáa 50 gramm í úrtøku um mánaðin.
Tað er framvegis ólógligt at keypa og selja kannabis í Týsklandi. Endamálið við nýggju lógini er at avmarka svarta marknaðin við rúsevnum, skrivar Danmaris Radio.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2024
Bert 397.000 børn vórðu fødd í Italia í fjør, og tað er lægsta talið, síðan byrjað varð at skráseta burðatøl í 19. øld
Italia, sum í fleiri ár hevur havt afturgongd í fólkatalinum, skrásetti í fjør lægsta burðatalið nakrantíð.
Sambært uppgerð frá italsku hagstovuni Istat vórðu bert 379.000 børn fødd í Italia í 2023, og tað er 11. árið á rað, at burðatalið í Italia er minkað.
Síðan einaferð í 19. øld hevur Italia skrásett burðatøl, og talið í fjør varð tal lægsta, sum nakrantíð er skrásett.
Í 2022 vórðu 393.000 børn fødd, og tað var fyrstu ferð, at talið var undir 400.000. Til samanberingar var talið í 2008 munandi hægri - 557.000.
Sambært Istat vórðu í fjør seks føðingar fyri hvørji 11 andlát í Italia, har fólkatalið er 58,99 milliónir.
Meðan talið á føðingum er minkað, er miðalaldurin eisini hækkaður. Miðalaldurin í Italia er nú 46,6 ár. Eisini er talið á borgarum, sum eru yvir 100 ára gamlir, methøgt - tað er nú 22.500, skrivar Ritzau.
Tað er ikki bara í Italia, at færri børn nú verða fødd. Burðatalið í Suðurkorea, sum frammanundan var tað lægsta í heiminum, varð metlágt í 2023. Seinastu tvey árini hevur Kina eisini sæð eina afturgongd í fólkatalinum, og India hevur nú yvirhálað Kina sum heimsins fólkaríkasta land.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. mars 2024
Hetta var 1. apríl og eftir tænastu í nærum 60 ár. Turbinan verður nú tikin niður. Eftir ætlan koyra nýggjar turbinur í Botni á vári 2025
Tann 1. apríl kl. 23.15 steðgaði turbina 1 í Botni fyri seinastu ferð eftir trúgva og drúgva tænastu, skrivar SEV á heimasíðu sínari.
Turbinurnar í Botni hava koyrt stútt og støðugt í nærum 60 ár. Turbina 1 koyrdi frá 30. oktober 1965 til 1. apríl 2024. Turbina 2 varð sett í gongd 20. mai 1966.
Tað er í sambandi við dagføringingar av elverkinum í Botni er, at Pelton turbinan nú kundi takka fyri seg.
SEV skrivar, at arbeiðið at taka hana niður er byrjað. Um hálvan apríl verður turbina 2 eisini steðgað og tikin niður.
Eftir ætlan koyra nýggjar turbinur í Botni, ið liggur vestantil á Suðuroynni, nærhendis Vágs bygd, um hesa tíðina komandi ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2024
Nú italski orkurisin ENI og Ithaca leggja saman stórar partar av virkseminum eru útlitini til, at olju-og gasskeldan Cambo, tætt við føroyska markið, verður útbygd, komin eitt týðandi stig nærri
Stóra orkusøgan í bretskum miðlum um páskirnar var tíðindini um eitt komandi samstarv og samanlegging millum eitt av heimsins størstu orkufeløgum, italska ENI og bretska Ithaca Energy. Arbeitt verður við at leggja virksemið hjá hesum báðum sera týðandi orkufeløgunum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar saman.
Hetta hendir um somu tíð, sum Ithaca Energy hevur fingið sítt loyvi til kelduna Cambo skamt frá føroyska markinum longt í tvey ár. Hetta loyvið gekk annars út farna vikuskiftið.
Hetta eru sera góð tíðindi fyri eitt nú føroyskar veitarafyritøkur, ið við enn eini útbygging eystan fyri markið, kunnu síggja fram til nýggjar uppgávur.
Tað er eisini vert at bíta merki í, at ENI, sum nú eftir øllum at døma verður partur av Cambo útbyggingini, er ein gamal kenningur frá leitingini við Føroyar áður. Tá stóð ENI m.a. á odda fyri boringini av Anne Marie brunninum tætt við markið, og sum mong halda kann goyma stórar nøgdir av gassi í undirgrundini. At ENI nú aftur fer at síggjast millum feløgini, ið vísa ans fyri økinum við markið, er uttan iva kærkomið fyri Jarðfeingi, sum roynir at marknaðarføra framtíðar leiting á føroyska landgrunninum.
Gilad Myerson, nevndarformaður í Ithaca Energy: - Vit ynskja at gerast ein av størstu olju- og gassframleiðarunum í Bretlandi. Ein møgulig útbygging av Cambo kelduni nær føroyska markið er partur av hesum
Gilad Myerson nevndarformaður í Ithaca Energy sigur við Energy Voice, at avtalan við ENI fer heilt givið at minka munandi um váðan at útbyggja stóru Cambo kelduna. Hann sigur víðari, at við at hava ENI sum partnara fer ein komandi útbygging av Cambo at koma í eina tryggari legu, tí ENI við sínum tøkniligu førleikum og royndum innan bæði leiting og útbygging kann geva eitt týðandi íkast til at gera verkætlanina til veruleika.
Við samstarvinum við ENI, sum fevnir um fleiri olju- og gassleiðir á bretska landgrunninum, fer Ithaca Energy at gerast millum fremstu og størstu orkufeløgini í Bretlandi við eini framtíðar framleiðslu uppá nærum 100.000 tunnur. Væntandi gongur ikki long tíð til, at avtala verður gjørd millum tær báðar orkufyritøkurnar. Myerson sigur, at tað er málið hjá Ithaca at gerast ein av størstu framleiðarunum av olju og gassi í Bretlandi og vónar hann, at hetta eisini fer at síggjast aftur, tá bretskir myndugleikar í næstum skulu taka støðu til útbygging av Cambo og øðrum leiðum.
Ætlaða útbyggingin av hesi eini tí størstu olju- og gassleiðunum í Bretlandi hevur leingi staðið fyri teimum stóru yvirskriftunum í bretsku miðlunum, nú umhvørvisfeløg vilja vera við, at hon gongur beint ímóti royndunum at minka um útlátið. Hesum vísa orkufeløgini aftur og vísa á, at olja og gass í dag standa fyri 80% av orkuveitingini í Bretlandi og fara eisini í mong ár aftrat so ella so at vera eitt týðandi grundarlag undir orkuveitingini eins og orkutrygdini.
So tætt við føroyska markið liggur risastóra olju- og gasskeldan Cambo. Við stóra orkufelagnum ENI sum partnarar bendir nógv á, at Cambo verður útbygd, og harvið fáa Føroyar einki minni enn tveir stórar orkugrannar eystan fyri markið. Hin er Rosebank.
Stóra mótstøðan frá umhvørvisfelagsskapum fekk í 2021 Shell, sum var ein týðandi partnari í Cambo, til at taka seg úr verkætlanini við teirra grundgeving, at ov stór óvissa varð knýtt at henni. Henda óvissa kundi m.a.. tulkast sum royndirnar hjá umhvørvisfelagsskapum at seta kila í verkætlanina.
Síðani hevur Ithaca Energy sum fyristøðufelag arbeitt við at fáa onnur feløg at koma uppí verkætlanina, og tíðindini nú um dagarnar, at ENI, sum telist millum tey stóru orkufeløgini í heiminum, er við at gera avtalu við Ithaca Energy um m.a. Cambo útbygging, koma sera væl við hjá teimum, sum halda, at henda stóra útbyggingin tætt við Føroyar, kann hava týdning fyri eitt nú stóru veitingarvinnuna í Bretlandi.
Sum skilst arbeiðir Ithaca Energy nú eisini við at kanna møguleikan at fáa okkurt orkufelag aftrat ENI at gerast partur av verkætlanini, sum um væl vil til, kann verða góðkend av myndugleikunum í hesum árinum.
Hendir hetta so verður tað enn ein spennandi møguleiki hjá føroysku veitingarvinnuni, sum tá fær ikki færri enn tvær stórar orkuúbyggingar sum møguligar kundar. Hin útbyggingin av Rosebank kelduni er longu fara í gongd. Og hava umboð fyri Equinor herfyri vitjað í Føroyum eftir innbjóðan frá FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólki) og Sjóvinnufelagnum til tess at kanna møguleikarnar at keypa vørur og tænastur úr Føroyum.
Ein kann so eisini bara gita, hvønn týdning tvær so stórar útbyggingar av olju- og gasskeldum tætt við føroyska markið eisini kunnu fáa fyri møguliga framtíðar leiting í føroyskum øki, nakað, sum bæði løgting og landsstýri vóna fer at henda og sum Jarðfeingi arbeiðir miðvíst við.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2024
Hóast tapið móti Svøríki í kvøld (27-31), so var føroyski innsatsurin í kvøld avgjørt góðkendur
Hóast føroysku hondbóltskvinnurnar taptu í kvøld, so vóru tær kanska tær mest nøgdu eftir dystin í kvøld
Svøríki vann 31-27 – altso við fýra málum. Tað var rættiliga nógv minni enn tey flestu høvdu roknað við undan dystinum.
Føroyar hava nú eitt gott útgangsstøði undan spennandi dystinum í Hafnafirði móti Íslandi sunnudagin.
Súna Krossteig Hansen í gjøgnumbroti (Mynd: Sverri Egholm)
Tí tær vístu til tíðir stórt spæl í kvøld. Svensku stjørnurnar vóru stundum ráðaleysar móti teimum meira óroyndu og ókendu føroyingunum.
Nú er at vóna, at dysturin í kvøld ikki hevur tikið ov hart upp á føroysku leikararnar. Tí tær bestu vóru hart koyrdar.
Jana Mittún, Elsa Egholm, Pernille Brandenburg, Turið Arge Samuelsen og Súna Krossteig Hansen spældu so gott sum allar 60 minuttirnar. Onkur teirra fekk als onga hvíld í dag.
Men tann besti spælarin á vøllinum í dag var ein føroyingur, sum ongantíð kom fram um miðlinjuna, men sat á beinkinum hvørja ferð Føroyar vóru í álopi.
Brynja Høj og Pernille Brandenborg vóru sannir skansar í føroysku miðverjuni (Mynd: Sverri Egholm)
Brynja Høj vísti heimsstøði
Brynja Høj spældi ein stórdyst í verjuni – ja, á heimsstøði. Uttan iva dagsins leikari. Tað var eina og aleina hennara heiður, at sviar hóast alt “bara” fingu 31 mál í kvøld.
Jana Mittún spældi eisini ein frálíkan dyst og gjørdist føroyskur toppskorari við 8 málum.
Mikudagur 3. apríl, Høllin á Hálsi, Tórshavn:
Føroyar - Svøríki 27-31 (11-14)
Dystargongdin:
05 min: 2-2
10 min: 4-5
15 min: 5-6
20 min: 7-9
25 min: 10-11
30 min: 11-14
35 min: 15-16
40 min: 17-19
45 min: 19-22
50 min: 21-23
55 min: 24-29
60 min: 27-23
Jana Mittún (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyskir málskjúttar (27-31):
Jana Mittún 8 mál
Elsa Egholm 5 mál
Súna Krossteig Hansen 4 mál
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3 mál
Anna Elisabeth Haldóttir Weyhe 3 mál
Turið Arge Samuelsen 1 mál
Bjørk Franksdóttir Joensen 1 mál
Rannvá Olsen 1 mál
Pernille Brandenborg 1 mál
Skoteffektvitetur: 27/44 = 61 prosent
Føroyskar bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen 9
Rakul Wardum 1
Fleiri myndir frá dystinum her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2024
Viborg-bakkurin gekk á odda í føroyska álopsspartinum, men fleiri bjóðaðu inn í søguliga góða úrslitinum móti Svøríki. Føroyska liðið brendi heldur illa í mun til at fáa stig
Avrikið móti Svøríki var ógvuliga flott - um ikki tað besta hjá einum føroyskum kvinnulandsliði nakrantíð.
Svøríki er millum tey heilt sterku í hondbóltsheiminum. Liðið er endað í topp-fimm seinastu trý endaspølini og skal helst til OL í summar.
Føroyar vilja til EM í desember, og møguleikin fyri at uppnáa eitt slíkt søguligt pláss hækkaði við lutfalsliga tepra tapinum.
Í Uppsala í oktober taptu Føroyar við 17 málum, har byrjanin annars var góð. Í 2017 og 2018 vóru tapini móti Svøríki á ávíkavist 18 og 19 mál. Hóast Svøríki mikukvøldið einki hevði at spæla fyri og manglaði onkrar spælarar, so er føroyska framgongdin til at fáa eyga á.
Ein sat við tí kensluni, at høvdu Føroyar havt uppaftur meira skerpni, so høvdu stig komið burtur úr dystinum. Hagtølini vísa, at Føroyar høvdu eins nógv skot sum Svøríki, men stengur, málverjar og annað vóru fleiri ferðir fyri.
Tað var ikki altíð lætt hjá Súnu Krossteig Hansen og hinum móti stóru sviunum, ið eisini sluppu at takkla hart - og í nøkrum førum ólógligt (Mynd: Sverri Egholm)
Elsa Egholm helt fram við sínum gjøgnumbrotum og skeyt fimm mál (Mynd: Sverri Egholm)
Tað eydnaðist tó sum heild hjá Janu Mittún. 20-ára gamli Viborg-spælarin varð toppskjútti í dystinum við átta málum. Súna Krossteig Hansen, eisini úr bestu donsku deildini, tók eisini heilt nógvar duellir, og góvu tær svium nógv høvuðbrýggj. Tær kunnu seta ferð á og kunnu nógv sjálvar eisini.
Elsa Egholm brendi nøkur skot á rað í 1. hálvleiki, men unga hoyvíkskvinnan helt á at fara ígjøgnum á høgra bakki. Elsa skoraði fimm mál og hevði eitt heilstoypt avrik á Hálsi. Vengurnir Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe skoraðu hvør síni trý mál - blaðunga Anna Elisabeth við trimum brotskøstum, sum hon kom inn at skjóta.
Tað sæst annars ikki heilt á hagtølunum, men verjuparturin var til tíðir frálíkur, og serliga Brynja Høj og Pernille Brandenborg í miðverjuni gjørdu lívið hart hjá Svøríki. Serliga Brynja skein við styrki og snildni. Neista-spælarin stjól millum annað fýra bóltar frá svium.
Støðan undan síðsta umfari:
1. Svøríki 8 stig *
2. Ísland 6 stig
3. Føroyar 4 stig
4. Luksemborg 0 stig
Nummar 1 og 2 koma víðari til EM - fýra teir bestu trý'ararnir í undankappingini koma eisini við. Í løtuni eru Føroyar triðbest av teimum átta.
Seinasti dystur í hesi undankappingini verður móti Íslandi í morgin, sunnudagin 7. apríl klokkan 17 í Hafnafirði. Samstundis spæla Svøríki og Luksemburg í Umeå.
Tað snýr seg um at vera millum fýra teir bestu 3'ararnar í teimum 8 bólkunum. Hesi longini sleppa við til EM-kappingina í vetur saman við teimum, sum endaðu á 1. og 2. plássi.
Í roknistykkinum verða bert tald tey stigini, sum trýararnir hava fingið móti liðunum, ið enda nummar eitt og tvey. Í verandi løtu er tað bert Turkaland, sum hevur fingið eitt stig, øll hini standa við ongum stigi í løtuni.
Søðan er henda:
1. Turkaland (1 stig) -18 mál
2. Portugal -26 mál
3. Føroyar -26 mál
4. Grikkaland -33 mál
5. Slovakia -41 mál
6. Litava -50 mál
7. Kosovo -55 mál
8. Italia -70 mál
Hetta merkir, at stig móti Íslandi í morgin, við ávísum fyrivarni, gevur atgongd til EM í vetur, og møguliga eisini, um Føroyar tapa við fáum málum. Men her eru nógvir faktorar, ið kunnu gera seg galdandi í roknskapinum.
Allir dystirnir í síðsta umfari verða spældir samstundis
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2024
Tað er framvegis ósannlíkt, at ungi bakspælarin spælir í avgerandi dystinum, men hon fekk gipsið av hósdagin og kastaði og loftaði nakað
Nógv verður lagt fyri, og ein spælari við brotnum fingri var við í landsliðshópinum, sum fríggjamorgunin settist í flogfarið á veg til Íslands at spæla spennandi landsdyst.
Maria Pálsdóttir Nólsoy var óheppin til venjing 2. páskadag og fingurin varð lagdur í gips.
(Mynd: Sverri Egholm)
Hetta eigur at halda henni úti í fleiri vikur, men nú er greitt, at spælskiparin úr Neistanum í øllum førum er við á túrinum í Íslandi.
Til venjingina hósdagin, hevði 19-ára gamli bakspælarin fingið gipsið av og tape á fingrinum ístaðin. Hon royndi at kasta og lofta, og tað gekk fínt.
Maria Pálsdóttir Nólsoy í dystinum móti Luksemborg í síðsta mánaði. Møguliga verður hon á vøllinum sunnudagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tað er tó trupult at siga, um tað er gjørligt og skynsamt, at Maria Nólsoy kemur inn í ein avgerandi landsdyst við brotnum fingri. Til hesar dystirnar var ætlanin, at Maria skuldi hava ein rímiliga stóran leiklut í álopinum serliga.
Læknaliga toymið og øll rundanum hyggja uppá støðuna hesar dagarnar - sum nú er, er Maria við sum 17. spælari. Til ber at hava 16 spælarar á dómaraseðlanum
Natasja Hammer kom inn í hópin til dystin móti Svøríki, og hon verður eisini við í Íslandi.
Natasja Hammer er ein teimum mest skorandu spælarunum í SMS-deildini. Ungi bakkurin hevur áður roynt seg í íslendskum hondbólti, og havt heimavøll júst við Ásvellir - her í dystinum móti Svøríki mikukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2024
H71 tapti fyri Kyndli í síðsta umfarinum. Tó sleppa hoyvíkingar undan at spæla fjórðingsfinalur, eins og vestmenningar. Uppgerðirnar næsta vikuskifti eru: Kyndil - StÍF og Neistin - KÍF
Páskaaftan vóru seinastu dystirnir í grundspælinum í fremstu hondbóltskappingunum á skránni.
Í SMS-deildini fyri var alt greitt áðrenn seinasta umfar, í mun til endaspælið. Kyndil vann grundspælið greitt, meðan Neistin hevði tryggjað sær 2. plássið. Hesi geva beinleiðis hálvfinalupláss.
StÍF tók 3. plássið mikukvøldið og sendi samstundis H71 niður á 4. plássið. VÍF og EB høvdu eisini fingið hvør sítt endaspælspláss. Í síðsta umfarinum vann júst VÍF stórt á EB - hjá StÍF og Neistan gjørdist talan um stórsigrar á ávíkavist Stjørnuni og VB, Kappingarnar hjá hesum báðum síðstnevndu feløgunum er av.
Úrslitið eftir 21 dysstir í grundspælinum gjørdist hetta:
Kyndi 39 stig
Neistin 32
StÍF 28
H71 25
VÍF 24
EB 11
Stjørnan 8
VB 1
Fjórðingsfinalurnar í SMS-deildini:
StÍF - EB
H71 - VÍF
Dystirnir verða spældir eftir landsliðssteðgin, sum hesa vikuni. Bert ein dystur er - Neistin og Kyndil koma inn til hálvfinalurnar, har tað er best av trimum.
Hjá monnum var alt annað enn fyrsta plássið avgjørt. Tað gevur ávísar fyrimunir, og hóast H71 lá á 1. plássinum undan umfarinum, so fór VÍF avstað við tí.
Hetta var tí at Kyndil vann spennandi dyst á H71, meðan VÍF vann meira greitt á KÍF.
Bæði VÍF og H71 fáa frí til fjórðingsfinalurnar hetta vikuskiftið. Her er lagt upp til spennandi dystir á Hálsi. Kyndil skal spæla móti StÍF, ið vann greitt á Team Klaksvík í síðsta umfari. Neistin og KÍF bresta saman í hinari 1/4-finalunum; eins og í steypahálvfinalunum.
Úrslitið eftir 18 umfør í grundspælinum hjá monnunum gjørdist hetta:
VÍF 28 stig, H71 26, Kyndil 23, Neistin 17, KÍF 13, StÍF 12, Team Klaksvík 7 stig.
Fjórðingsfinalurnar:
Sunnudagin kl. 15: Kyndil - StÍF í høllini á Hálsi
Sunnukvøldið kl. 19: Neistin - KÍF í høllini á Hálsi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2024
Sävehof og Óli Mittún eru víðari eftir ógvuliga flottan sigur á Hannover-Burgdorf og skulu møta Jóhan á Plógv og Flensburg-Handewitt. Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Fücshe Berlin, fær franska mótstøðu í fjórðingsfinaluni
Tað var stórt kvøld fyri IK Sävehof og svenskan hondbólt, tá Óli Mittún og liðfelagarnir í vikuni sendu Bundesliga-felag heim við stórtapi. Sävehof tapti við fýra málum í Týsklandi, men týskvøldið endaði tað 34-25 til Sävehof.
Óli Mittún hevði stóran leiklut í álopsspælinum hjá Sävehof. Hann skoraði bara tvey mál, men legði upp til eina rúgvu - millum annað nakrar flottar fríspælingar. 18-ára gamli hoyvíkingurin setti ferð á og trýst á týska liðið. Hann dekkaði eisini á bakkinum í løtum.
Simon Möller i málinum var eisini øgiligur. Hannover hótti og tók samanløgdu leiðsluna, tá stórir tíggju minuttir vóru eftir. Teir í gulum og svørtum spældu tó bara ógvuliga flott, og vunnu at enda sannførandi.
Hetta var bert aðru ferð í søguni, at svenskt felag sendi týskt felag út úr evropeiskari kapping. Óli og teir skulu royna at gera tað sama í fjórðingsfinaluni: Har møta teir Flensburg-Handewitt, sum Jóhan á Plógv Hansen spælir fyri.
Fücshe Berlin vann 34-28 á heimavølli móti Kadetten Schaffhausen. Samanlagt var munurin tíggju mál.
Hákun West av Teigum, ið gjørdi fimm mál í Bundesliga-sigrinum um páskirnar, spældi ikki nakran leiklut í hesum dystinum. Í fjórðingsfinaluni skulu hoyvíkingurin og Fücshe spæla móti franska Nantes.
Fjórðngsfinalurnar í European Legue, ið er næststerkasta kappingin fyri lið hjá EHF, eru á skránni seinni í mánaðinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2024
Kristiansand skal helst spæla niðurflytingardystir, og bakkurin av Skála verður allarhelst ikki í felagnum næsta ár. Helgi Hildarson Hoydal spælir møguliga eisini aðrastaðni næsta ár
Mikudagin spældi Kristiansand heimadyst móti Sandnes í næstseinasta umfari í grundspælinum í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Tað endaði við 28-28 javnleiki, og harvið er føroyingafelagið eitt stig aftan fyri Fjellhamar og Bækkelaget - sum eisini er føroyingafelag - í løtuni. Kristiansand er nummar 13. Neyðugt er enda nummar 11 fyri at vera heilt vísir í yvirlivingini.
Har er liðið hjá Kjartani Johansen í løtuni - Kjartan skoraði trý mál og legði upp til trý mál í 29-24 tapinum hjá Bækkelaget mikudagin. Bækkelaget kann sjálvt tryggja sær plássið endaligt við at fáa stig móti Bergen komandi mikukvøld.
Kristiansand skal vinna torføra útidystin móti Drammen, og samstundis hava hjálp úr Bergen og Fjellhammer, har heimaliðini skulu vinna.
Helgi Hildarson Hoydal skoraði fimm mál fyri Kristiansand, og Bjarni í Selvindi fekk trý. Tróndur Mikkelsen er skaddur í løtuni, men verður helst tøkur um ein mánaða, tá Føroyar spæla HM play-off dystir móti Norðurmakedonia.
Heldi Hildarson Hoydal hevur spælt nógv seinastu mánaðirnar. 27-ára gamli strikuspælarin fer helst aðrastaðni at spæla eftir summarsteðgin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Bjarni stóð seg so væl í mars, at bakkurin var á mánaðarliðnum fyri Rema 1000-deildina, har nógvir frálíkir hondbóltspælarar spæla.
32 mál í fýra dystum og harvið átta mál í miðal. Bjarni skoraði uppá 74 prosent av skotunum, og hevði hann harafturat 18 upplegg. 21-ára gamli skálamaðurin byrjaði mars við at skora 18 mál í einum dysti.
Maðurin, ið snoddar til føroyska A-landsliðið, var besti vinstri bakkur næstbestu norsku deildini í síðsta mánaði (Mynd:handball.fo)
Bjarni í Selvindi kom til Kristiansand í fjør og hevur hann fingið størri og størri leiklut seinastu tíðina. Tað er tó lítið, ið bendir á, at bakkurin heldur fram - um so felagið heldur sær uppi ella ikki. Tað hevur Portalurin fingið upplýst. Tað er tó ógreitt, hvar Bjarni fer at spæla næsta ár.
Helgi Hildarson Hoydal hevur verið í norskum hondbólti leingi. Tað kann vera, at hoyvíkingurin á strikuni eisini spælir í Rema 1000-deildini næsta kappingarár, men tað verður helst ikki í Kristiansand.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2024
Størsta navnið í donskum hondbólti og tríggjar ferðir heimsins besti spælari gevst
Stóri spælarin á danska landsliðnum seinastu nógvu árini, Mikkel Hansen, gevst at spæla hondbólt í summar. Tað kunngjørdi hann á tíðindafundi hjá Aalborg Håndbold mikudagin.
Nú 36 ára gamli Mikkel Hansen kom til Aalborg Håndbold at spæla á sumri 2022 eftir at hann í tíggju ár, frá 2012 til 2022, spældi við franska stórfelagnum, PSG.
Hann er tríggjar ferðir kosin heimsins besti hondbóltsspælari, og er størsta navnið í donskum hondbólti.
Seinasta tíðin hevur verið merkt av skaðum, og eisini hevur hann verið sjúkrameldaður av stress. Sáttmálin við Aalborg Håndbold er annars galdandi til og við næsta summar.
Mikkel Hansen hevur spælt 226 landsdystir fyri Danmark og skorað 1.350 mál í landsliðshøpi.
Mikkel Hansen sigur, at hann fegin vil við danska landsliðnum til OL í Paris í summar, og harvið verður tað endin á hansara yrkisleið sum hondbóltsspælari.
Mikkel Hansen í dysti móti Føroyum í 2018. Føroyski leikarin er Kjartan Johansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2024
NSÍ gjørdi bart fyrstu tjúgu minuttirnar og burdi helst fingið stig í Klaksvík mánadagin, men Páll Klettskarð og Árni Frederiksberg vístu sín klassa. HB vann greitt á ÍF
Spenningur var um, hvørt uppflytararnir NSÍ kundi bjóða føroyameistarunum KÍ av ella ikki, og eftir 19 minuttir var longu 0-2. Í 12. minutti beindi franski miðverjin, Cedric Yambere, bóltin í egið mál eftir vandamikið innlegg frá Peturi Knudsen, og sjey minuttir seinni setti Petur sjálvur bóltin í KÍ-málið.
Hetta var, eftir at KÍ misti bóltin í uppspælinum. Sum heild var hesin parturin ikki góður hjá teimum í bláum, og Ari í Haraldsstovu Petersen var ótryggur í málinum.
KÍ var álvarsliga kroyst nú, men Páll Andrasson Klettskarð minkaði um munin í 28. minutti. Áleyparin var á blettinum, eftir at Kristian Joensen hevði bjargað skotroynd væl, og so var 1-2.
NSÍ átti at økt fyrsta korterið í 2. hálvleiki, tá Klæmint Andrasson Olsen hevði tveir risastórar møguleikar: Fyrst eftir frísparksinnlegg, har hann var púra fríur, og síðani eftir stórt verju- og málvejrumistøk, har skotið fór uppum.
Ístaðin javnaði KÍ. Páll var aftur til reiðar í 62 minuttir eftir frálíkt innlegg frá Patric Da Silva. Stútari og sætta málið hjá 33-ára gamla klaksvíkinginum í ár.
Fýra minuttir seinni var tað gamli NSÍ'arin, Árni Frederiksberg, ið snilt og væl sendi bóltin í málhornið eftir KÍ-spæl í høgru. 3-2, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið, hóast KÍ heldur ikki var sannførandi seinna partin av 2. hálvleiki. Teir í bláum vóru tó sum heild meira hvassir, og fingu trý kærkomin stig.
KÍ - NSÍ 3-2 (1-2)
12' 0-1 Sjálvmál
19' 0-2 Petur Knudsen (Konrad Gustafsson)
28' 1-2 Páll A. Klettskarð (Dan í Soylu)
62' 2-2 Páll A. Klettskarð (Árni Frederiksberg)
66' 3-2 Árni Frederiksberg (Mads Boe Mikkelsen)
ÍF helt nullið í 40 minuttir í Gundadali. HB fekk tó hol á eftir gjøgnumbrot hjá Áka Samuelsen og fyrsta málinum hjá Mohammed Samba fyri felagið, og dysturin varð avgjørdur stutt eftir steðgin.
Hanus Sørensen, Sammy Skytte (fyrsta málið fyri HB) og Áki komu á máltalvuna, og HB aftur á sigurskós eftir tapið í Sarpugerði fyri landsliðssteðgin. HB hevur seks stig - ÍF hevur framvegis einki stig og einki mál.
HB - ÍF 4-0 (1-0)
42' 1-0 Mohamed Samba (Áki D. Samuelsen)
51' 2-0 Hanus Sørensen (Mohamed Samba)
57' 3-0 Sammy S. S. Skytte
62' 4-0 Áki D. Samuelsen (Hanus Sørensen)
Poul Kallsberg skoraði í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)
Víkingur og B36 avgreiddu uppgávurnar væl
B68 bjóðaði av í Sarpugerði í fyrra hálvleiki, har serliga ein møguleiki hjá Ragnari Samuelsen var stórur. Víkingur kundi tó eisini verið á odda - liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen lá javnan framvið, men málleyst var í steðginum.
Víkingur koyrdi á frá byrjan av í 2. hálvleiki, og eftir ein stóran brendan málmøguleika beint frammanundan brast fyri nev hjá Finni Justinussen í 53. minutti. Royndi áleyparin var til reiðar, tá innskifti Bergur Gregersen legði væl innfyri úr vinstru.
Heimaliðið spældi ógvuliga væl, og í 67. minutti legði eyðsýndi Aron Jarnskor Ellingsgaard eina frálíka sending inn í B68-brotsteigin. Har var Poul Kallsberg komin upp á pláss, og ungi strandingurin sendi bóltin framvið Tórði Thomsen.
2-0 og ov tung mótbrekka hjá Jákupi á Borg og hansara monnum. Fleiri ungir fingu víst seg væl fram í reyðum og svørtum, men veruligur spenningur kom ikki í dystin í Sarpugerði aftur. Ein uppiborin sigur til víkingarnar, sum hava skorað tvey mál í øllum trimum dystunum.
Víkingur - B68 2-0 (0-0)
53' 1-0 Finnur Justinussen (Bergur Gregersen)
67' 2-0 Poul Kallsberg (Aron J. Ellingsgaard)
B36 greiddi sína skyldu á Skála. Bjarki Nielsen legði útiliðið á odda í 28. minutti, og beint fyri og beint eftir steðgin avgjørdi útiliðið so at siga uppgerðina - danirnir Zean Dalügge og Marius Kryger Lindh skoraðu hvør sítt mál: 3-0.
Norski miðverjin, Thomas Lillo, fekk tó sítt seinna gula kort stutt seinni. Harvið var Skála í yvirtali leingi. Portugisiski áleyparin Carlos Ferreira fekk eisini sítt fyrsta mál í Betrideildini í 79. minutti, men í yvirtíðini fekk Skála reytt kort, og Gutti Dahl-Olsen sítt fyrsta mál fyri B36.
Harvið endaði tað 1-4, og B36 er oddalið í Betrideildini eftir trý umfør.
Skála ÍF - B36 1-4 (0-2)
28' 0-1 Bjarki Nielsen (Marius K. Lindh)
44' 0-2 Zean P. Dalügge
47' 0-3 Marius K. Lindh
79' 1-3 Carlos de Sousa Ferreira
90+7' 1-4 Gutti Dahl-Olsen
Útvístir: Thomas Lillo (B36) Teitur Poulsen (Skála)
(Mynd: Sverri Egholm)
Dramatikkur á Dungasandi
Tá fimm minuttir vóru eftir í Sørvági týskvøldið, var 2-2 og tað kendist sum tað kundi koppa báðar vegir. Í roynd og veru sá EB/Streymur út til at hava eitt slag av yvirtakið í løtuni áðrenn - hóast 07 Vestur samanlagt hevði leikliga yvirvág.
So kom ein langur bóltur fram, ið heldur tilvildarliga varð snittaður móti EB/Streyma-málinum. Kevin Egell Johansen sá møguleikan, rann djúpt, tamdi bóltin og hann setti trygt bóltin framvið Jóannesi Davidsen til 3-2. Hetta var seinna málið hjá norska vongbakkinum í dystinum.
Kevin hevði javnað í 59. minutti, tá hann møtti einum hornasparki úr vinstru perfekt við høvdinum. Hetta var málið til 2-2. Fimm minuttir áðrenn hevði ungi høgri bakkurin hjá EB/Streymi, Bergur Poulsen, fyri aðru ferð í dystinum prikað ein leysan bólt í málið í samband við hornaspark.
EB/Streymur hevði flott vent dystinum, har 07 Vestur annars hevði verið omaná tað mesta av 1. hálvleiki. Sum seinni hálvleikur leið, lá tað kanska meira til gestirnar eisini, og um miðjan 2. hálvleik kom risa tvífaldur málmøguleiki. Sebastian John hevði tó frálíka duppultbjarging.
Útiliðið misti Filip Djordjevic beint eftir 2-1 málið, og fekk einki íktøkiligt burturúr dystinum. Nógv varð blakað fram í samband við fríspark í 89. minutti, men Boubacar Dabo blakaði bóltin burtur, og so fór 07 Vestur avstað. Danski áleyparin Emil Pedersen fekk bóltin til høgru á egnari hálvu, sá at málverjin var langt úti og royndi seg úr eini 55 metrum. Tað eydnaðist við snøggum skoti: Hann fekk hol á málskjótingina við framúr langskoti og tryggjaði endaliga 07 Vestur trý týðandi stig.
EB/Streymur hevur hinvegin bert eitt stig fyri tríggjar dystir.
Fyri fyrstu ferð síðani 2012 spældi Sonni Ragnar Nattestad aftur fyri 07 Vestur (Mynd: Sverri Egholm)
07Vestur - EB/Streymur 4-2 (1-1)
19' 1-0 Benjamin S. Braithwaite (Janus S. Samuelsen)
45+3' 1-1 Bergur Poulsen
54' 1-2 Bergur Poulsen
59' 2-2 Kevin E. Johnsen (Benjamin S. Braithwaite)
86' 3-2 Kevin E. Johnsen (Emil Pedersen)
89' 4-2 Emil Pedersen
Støðan eftir trý umfør
B36 9 stig
Víkingur 9 stig
KÍ 6 stig
HB 6 stig
07 Vestur 6 stig
NSÍ 3 stig
Skála 3 stig
EB/Streymur 1 stig
B68 1 stig
ÍF 0 stig
Komandi dystir:
Leygardagin kl. 17: Skála ÍF - KÍ
Sunnudagin kl. 15: B36 - 07Vestur
Sunnudagin kl. 15: ÍF - Víkingur
Sunnudagin kl. 15: NSÍ - EB/Streymur
Sunnudagin kl. 17: B68 - HB
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2024
- Tað hugsi eg slett ikki um longur, sigur toppskjúttin í Betrideildini. Páll Klettskarð staðfestir, at avrikið móti NSÍ mánadagin als ikki var nakað signal til landsliðsvenjaratoymið, tí hann sær seg ikki sum tøkan
Eitt lítið smíl og nikk við høvdinum tá landsliðið verður nevnt og síðani ein greið og stutt staðfesting. Tað er ikki yndisevnið at tosa um hjá Pálli Klettskarð, men nú slær hann fast, at hetta er farið í verandi støðu.
Høvuðsvenjarin á A-landsliðnum, Håkan Ericson, segði eisini í samband við A-landsliðsúttøkuna í farna mánaði - har Páll Andrasson Klettskarð ikki var á listanum - at hann kendi seg sum ein papageyk, tá hann varð spurdur um tað. Tað var ein endurtøka, tí teir kenna dygdirnar hjá KÍ-áleyparanum, men bert ein veruligur boksspælari (9'ari) skal takast út, og har er Klæmint Andrasson Olsen, enn sum áður, frammanfyri í køini.
Stutt videobrot við Páll Klettskarð sæst her
Klæmint hevur eisini skorað metnógv mál á A-landsliðnum - saman við Rógva Jacobsen (10 mál). Tað er tó ikki so løgið, at spurningurin aftur og aftur stingur seg upp í samband við landsliðsúttøkur: Hví er Páll Klettskarð ikki við?
Tí hví kunnu Føroyar ikki hava tveir boksspælarar við - í øllum førum onkuntíð. Liðið hevur millum annað spælt við tveimum áleyparum nakrar ferðir bert seinasta árið, og tá Klæmint Olsen og Jóan Símun Edmundsson vórðu skiftir út í heimadystinum móti Moldova, og Føroyar manglaðu eitt mál, ja so vantaði okkurt í brotsteignum.
Avrikini hjá Pálli í Betrideildini og í fleiri evropeisku dystum vísa eisini, at hann kann gera nógv mál, vera avgerandi og arbeiða hart. Klaksvíkingurin hevur verið sterkur í nógv ár og hevur nú 189 landskappingarmál í Føroyum, og hevur millum annað eitt evropeiskt hattrik og eitt bólkaspælsmál á CV'num.
Tá so Páll Klettskarð mánadagin skoraði tvey rættilig áleyparamál móti NSÍ - tá KÍ veruliga tørvaði tað - tosaðu vit við KÍ-liðformannin á degnum. Hann er ikki nógv fyri at tosa um egið avrik, men meira um liðið, og í mun til landsliðið, var Páll Klettskarð greiður, tá Portalurin til seinast spurdi, um málini - nummar fimm og seks í Betrideildini 2024 - eisini vóru eitt signal til landsliðsvenjaratoymið.
- Landsliðið er farið fyri mítt viðkomandi. Hetta hugsi eg als ikki um.
Tað hevur ikki verið nakað endaligt nei til landsliðið enn, men nú Páll Andrasson Klettskarð nærkast sínum 34-ára føðingardegi lýsir hann seg sum so ikki tøkan í verandi støðu.
Páll Andrasson Klettskarð til landsliðsvenjing í Moldova í fjør. Hetta er einastu ferð seinastu árini, at áleyparin er úttikin (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Hann tykist eisini at vera aftarliga í "álopskendu bíðrøðini" í hópinum, og hevur vegna støðuna ikki sjálvur landsliðið í hugaheiminum longur.
Tað er tí helst ógvuliga ósannlíkt, at toppskjúttin í Betrideildini verður aftur í landsliðstroyggjuni.
Páll Klettskarð varð tikin út í mars í fjør - fyri fyrstu ferð undir verandi landsliðstoymi. Tá fekk hann seinastu tólv minuttirnar, umframt yvirtíð, í Moldova. Tá vóru Føroyar undir stórum trýsti, og eru hetta einastu minuttirnir hjá Pálli á landsliðnum síðani mars 2017. Hann hevur 13 skrásettar A-landsdystir og einki mál.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2024
Føroyska manslandsliðið í fótbólti er nummar 133 í heiminum – 47 í Evropa
Føroyar eru farnar tvey pláss upp á nýggjasta styrkilistanum hjá Fifa, sum varð kunngjørdur í dag.
Føroyska manslandsliðið liggur nú á einum plássi sum nummar 133 í heiminum. Á seinasta styrkilistanum frá februar lógu Føroyar á 135. plássi.
Føroyar liggja beint aftan fyri Gambia, Rwanda og Solomonoyggjar, men framman fyri Indonesia, Nikaragua og Lettland.
Føroyar eru nummar 47 av teimum 55 londunum, sum eru limir í evropeisku fótbóltssamgonguni, Uefa – sum sagt, beint omanfyri Lettlandi, men aftan fyri Kypros.
Seinastu úrslitini hjá føroyska landsliðnum er 0-0 javnleikurin á útivølli móti Albania í seinasta umfari av EM-undankappingini, og so tveir venjingardystir, 4-0 situr á Liktinstein og 0-2 tap móti Danmark.
Argentina er heimsins besta fótbóltstjóð í løtuni, framman fyri Frakland, Belgia og Ongland.
Danmark er besta Norðurland á einum 21. plássi, Svøríki er nummar 27, Noreg nr. 47, Finnland nr. 61 og Ísland nummar 72.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2024
Sjey dystir eru á skránni í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Fýra dystir verða spældir mikudagin 24. apríl, meðan hinir tríggir eru á skránni flaggdagin, hósdagin 25. apríl
Týsdagin gjørdist greitt, hvussu spælast skal í fyrsta umfari í steypakappingini hjá monnum, sum er á skránni mikudagin 24. og hósdagin 25. apríl.
Tað var Albert Ellefsen, ið stóð fyri lutakastinum í Televarpinum, og fyrsta lið, sum kom úr bollanum var NSÍ, ið harvið fer beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar.
Síðani varð trekt til dystirnar í fyrsta umfari, og nú er greitt, hvørjir dystir verða spældir 24. apríl, og hvørjir dystir verða spældir 25. apríl, sum er flaggdagin.
Mikudagin 24. apríl
FC Suðuroy – TB
KÍ – HB
B71 – AB
FC Hoyvík – Víkingur
Flaggdagin 25. apríl
EB/Streymur – 07 Vestur
B36 – Skála
B68 – ÍF
Hetta hevur samstundis við sær, at tillagingar eru gjørdar í landskappingini í bæði 1. deild og í Betrideildini.
Í 1. deild er dysturin millum FC Suðuroy og B71, sum skuldi vera sunnudagin 21. apríl, framskundaður til leygardagin 20. apríl.
Í Betrideldini verða dystirnir í 7. umfari 07 Vestur - HB, og Skála - B68, sum skuldu vera sunnudagin 28. apríl, fluttir til mánadagin 29. apríl, meðan dysturin millum EB/Streym og KÍ er fluttur til týsdagin 30. apríl.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2024
Heilt gott umfar hjá føroyingunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini
2. páskadag skoraði Adrian Rúnason Justinussen tvey mál og legði upp til eitt í 4-0 sigri hjá Hillerød Fodbold á B93. Hann hevur nú sjey mál í fimm dystum í næstbestu donsku deildini. Hillerød er ovast í niðara endaspælinum
Mattias Lamhauge og Fredericia spæla í ovaru hálvu av endaspælinum, og týsdagin eydnaðist at fáa uppreisn eftir stóra steypatapið fyri Silkeborg. Sønderjyske legði seg á odda í Fredericia, men heimaliðið skoraði síðani trý mál og er nú á 3. plássi.
Føroyski landsliðsmálverjin hevði nakrar bjargingar og umráðandi atgerðir - millum annað var ein risastór bjarging frá Mattiasi.
Avrikini hava fingið føroyingarnir á vikuliðið, ið sæst niðanfyri.
Mattias er málverjin og Adrian vinstri vongur (Mynd: TV3 Sport)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. apríl 2024
Kvinnulandsliðið tapti í gjárkvøldið 1-0 á útivølli móti besta liðnum í bólkinum, og Grikkaland skoraði við brotssparki
Taptu 1-0 á útivølli móti besta liðnum í bólkinum, og Grikkaland skoraði við brotssparki.
Fyrsti dystur hjá føroysku fótbóltskvinnunum í C2 bólkinum í EM-undankappingini varð spældur á Kreta í gjárkvøldið.
Har tók Grikkaland ímóti - hægst styrkismetta liðið í bólkinum. Føroyar stríddust væl ímóti, men fingu tó ikki stig burturúr.
Heimaliðið hevði heldur torført við at skapa fyri steðgin móti vælskipaða føroyska liðnum, ið eisini hóttu nakrar ferðir hinvegin.
Grikkaland var tó omaná og avgjørdi dystin við brotssparki í 55. minutti. Hetta var einasta málið, ið fór inn hjá Valborg Østerø, sum fekk møguleikan í føroyska málinum. Samstundis eisini einasta málið í dystinum.
Føroyar royndu at bjóða av, men skulu so eftir stigum í Montenegro týsdagin 9. apríl kl. 15.30 í staðin.
1. umfar í EM-undankappingini
Grikkaland - Føroyar 1-0 (0-0)
55’ 1-0 Veatriki Sarri (br.)
Føroyar (3-4-3): Valborg Østerø - Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan og Tórunn Højgaard Joensen - Jensa Tórolvsdóttir (83' Lea Lisberg), Sunniva Willemoes, Rúna Jacobsen (83' Sanna Svarvadal) og Ásla Johannesen (L) - Heidi Sevdal (59' Fridrikka Clementsen), Rebekka Benbakoura (59' Malena Olsen) og Eyðvør Klakstein.
Venjari: Signe Pries Andersen
(Mynd: Maria Vergeti / FSF)
(Mynd: Maria Vergeti / FSF)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2024
Anna Carolina Brændstrup skoraði føroyska málið í 1-1 dystinum móti Turkalandi. Í dag spæla Føroyar móti Armenia
Føroysku U19-genturnar eru eitt av trimum liðum í EM-undankappingarbólki, sum er í Turkalandi í hesum døgum. Mikudagin spældu Føroyar fyrra dystin, sum var ímóti vertunum og favorittunum Turkalandi.
Heimaliðið hevði eina leikliga yvirvág, og legði seg eisini á odda í 28. minutti. Hetta var eftir hornaspark. Føroyska liðið stríddist tó fyrimyndarliga væl og javnaði eisini fyri steðgin.
Tað var Anna Carolina Brændstrup úr danska HB Køge, sum skoraði 1-1 málið, og var hetta ógvuliga væl avgreitt frá henni.
Føroyar vunnu eftir høgt trýst eitt innkast á turkisku hálvuni, Astrid Mittfoss kastaði skjótt til Annu Brændstrup, sum við snildni og tøttum dribblingum gjørdist frí í brotsteignum. Tveir mótsspælarar vórðu settir av, áðrenn Anna kaldliga setti vinstra fótin á. Bólturin fór niður í longra málhornið.
1-1 gjørdist eisini úrslitið. Føroyar hildu fast og hóttu eisini eftir steðgin.
Í dag spæla Føroyar seinna dystin í Antalya. Tað verður móti Armenia, klokkan 14 føroyska tíð.
U19-kvinnur, mikudagin 3. mars á Arsian Zeki Demirci Spor Kompleksi:
Turkaland - Føroyar 1-1 (1-1)
28' 1-0 Nihal Rarac
45' 1-1 Anna Brændstrup (Astrid Mittfoss)
Føroyar: 1. Gunnvá Lützen (L) - 2. Teresa Jacobsen, 4. Vár Johannesen, 5.Fríða Jakobsen, 6. Anna Katrina Mikkelsen (72' 9. Jórun Patawary), 7. Sólja Ernstsdóttir (72' 11. Lisa Haraldsen), 8. Rakul Sørensen (85' 14. Jonnhild á Sondum), 10. Anna Brændstrup, 15. Astrid Mittfoss (46' 13. Súsanna Godtfred), 16. Petra Hydal, 17. Jancy Mohr (63' 19. Natalia Olsen)
(Mynd: FSF)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2024
Venjarin hjá U19-landsliðnum við gentum, Pætur Smith Clementsen er sum vera man sera væl nøgdur við 1-1 javnleikin ímóti Turkalandi í EM-undankappingini
- Vit vistu, at mótstøðan fór at vera sterk, og soleiðis var eisini. Men vit høvdu fyrireikað okkum væl, og enn eina ferð vístu okkara gentur, hvørjar fótbóltsdygdir búgva í teimum. So hetta var ein heilt framúr byrjan upp á kappingina.
Tað sigur Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF. Hann er tekniskur stjóri hjá FSF og venjari hjá U19-landsliðnum við gentum. Liðið megnaði mikudagin at spæla javnleik 1-1 í fyrsta dystinum í EM-undankappingini.
Kappingin er í Turkalandi, og tað var móti vertunum, at Føroyar fingu stigið
Turkaland kom á odda tá lítil hálvur tími var spældur, men beint fyri steðgin javnaði Anna Carolina Brændstrup fyri Føroyar. Fleiri mál komu ikki
– Sum heild eydnaðist tað mesta, ið vit høvdu avtalað framman undan, samstundis sum avrikið var heilt framúr gott. Nú ræður um at taka hetta við okkum til næsta dyst, tí tað er aftur ein stór uppgáva, sigur Pætur Smith Clementsen.
Annar dysturin í EM-undankappingina verður í dag kl. 14, tá føroyska liðið skal møta Armenia.
Hópurin (Mynd: FSF)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2024
Signe Pries Andersen, venjari hjá kvinnulandsliðnum, hevur fingið tvey avboð til komandi EM-undankappingardystir á útivølli ímóti Grikkalandi og Montenegro
Í gjár, 5. apríl, fór kvinnulandsliðið í fótbólti undir eina nýggja EM-undankapping. Føroyar eru í bólki C3, saman við Grikkalandi, Montenegro og Andorra.
Fyrsti dysturin í kappingini var í gjár á útivølli móti Grikkalandi, og týsdagin 9. apríl verður spælt úti móti Montenegro.
Tá føroyska ferðalagið fór av landinum, var tað uttan málverjan, Óluvu Allansdóttir Joensen og Margunn Lindholm úr KÍ. Báðar hava smávegis skaðar at dragast við, og eru tískil ikki tøkar til landsliðsfótbólt í næstum.
Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen sent boð eftir málverjanum úr Víkingi, Eyðgerð Mikkelsen, ið higartil er skrásett fyri ein A-landsdyst fyri Føroyar.
Hópurin
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Eyðgerð Mikkelsen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Rebekka Fjallsá Benbakoura, GPO Kastorias (Grikkaland)
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Sunniva Willemoes, HB Tórshavn
Fridrikka Klementsen, HB Tórshavn
Malena Olsen, KÍ Klaksvík
Durita Hummeland, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Sara Samson Laumhauge, NSÍ Runavík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Lea Símunardóttir Lisberg, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Dystaskráin
5. apríl Grikkaland – Føroyar
9. apríl Montenegro – Føroyar
31. mai Føroyar – Andorra
4. juni Føroyar – Grikkaland
12. juli Føroyar – Montenegro
16. juli Andorra – Føroyar
Komandi EM-undankapping fyri kvinnur verður spæld eftir einum kappingarleisti, ið ikki er royndur áður. Bara londini í deild A kunnu spæla seg beinleiðis í sjálvt endaspælið, meðan londini í deild B og C kunnu spæla seg til endaspælið umvegis tvey play-off umfør, sum verða í heyst.
Bólkavinnararnir og tríggir teir bestu 2’ararnir í deild C skulu tá spæla ímóti londunum, sum enda nummar trý og fýra í sínum bólkum í A-deildini. Vinnararnir fara víðari til 2. play-off umfar, har lið úr B-deildini bíða. Samanlagt sjey lond spæla seg í endaspælið umvegis play-off.
Sjálvt EM-endaspælið fyri kvinnur verður í Sveis frá 2. til 27. juli í 2025.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2024
FC Hoyvík vann 3-0 í fyrsta dystinum bestu deildini. Tað gjørdu hoyvíkskvinnur móti felagsliðnum í Suðuroynni
Trý mál og trý stig. Tað er tað, sum kvinnurnar í FC Hoyvík høvdu við í skjáttuni aftur til Hoyvíkar við Smyrli mánakvøldið.
FC Hoyvík roynir seg á fyrsta sinni í bestu deildini við kvinnuliði, og fyrsti dysturin var móti TB/FCS/Royn annan páskadag. FC Hoyvík vann 3-0. Margreta Olsen skjeyt øll málini.
TB/FCS/Royn - FC Hoyvík 0-3 (0-2)
16' Margreta Lív Olsen (Mona Poulsen)
37' Margreta Lív Olsen (Tanja Andreasen
61' Margreta Lív Olsen (Sesilia Olssen)
Stórur rómur var í skiftirúminum eftir sigurin í Trongisvági (Mynd: FC Hoyvík)
Filmur frá túrinum hjá hoyvíkskvinnum til Suðuroyar sæst her
Mikudagin 27. mars:
NSÍ - Skála ÍF 7-0 (3-0)
07' 1-0 Helga Mikkelsen (Jonnhild á Sondum)
24' 2-0 Heidi Sevdal (Sara Lamhauge)
35' 3-0 Heidi Sevdal
49' 4-0 Sjarlotta Joensen (Lena Olssen)
53' 5-0 Lena Olsen (Rúna Olsen)
59' 6-0 Lena Olsen (Sara Lamhauge)
93+' 7-0 Heidi Sevdal
Leygardagin 30. mars:
HB - Víkingur 0-2 (0-0)
71' 0-1 Kára Jarnskor
84' 0-2 Hanna Højgaard (Jensa Tórolvsdóttir)
(Mynd: Sverri Egholm)
B36 - KÍ 1-2 (1-1)
17' 0-1 Malena Olsen (Tórunn Joensen)
35' 1-1 Brá Zakariasardóttir
56' 1-2 Malena Olsen (Sólja Ernstsdóttir)
(Mynd: Sverri Egholm)
Nú er landsliðsstøðgur til 13. apríl
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. apríl 2024
Fyri fyrstu ferð síðani 2013 eitur føroyameistarin í talvi annað enn Høgni, Rógvi ella Helgi
Nú eitur føroyameistarin í talvi - júst sum miðskeiðis í 70-unum - Luitjen Apol. Men nú er tað ein annar Luitjen. 18 ára gamli abbasonur gamla føroyameistaran - sonur Katrina og Aksel V. Johannesen - ber nú arvin víðari.
Luitjen var flúgvandi í umdystinum páskaaftan. Hann vann bæði talvini móti Høgna Egilstoft Nielsen, og móti Rógva Egilstoft vann hann annað og telvaði hitt javnt. Bæði í avgerandi talvinum móti Høgna langa fríggjadag og aftur í umdystinum dagin eftir telvaði Luitjen sum ein brandur. Aftrat góða álopstevinum og evnunum at síggja og rokna væl í fløktum støðum, sást nú eisini ein fastleiki og tryggleiki í spælinum hjá honum, sum gjørdi munin.
Frá vinstru: Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Rógvi Egilstoft
Tað hevur verið bíðað eftir hesum í nøkur ár. Longu í 2020 var Luitjen í FM-umdysti - bara 14 ára gamal - men tapti. Evnini vóru sjónlig, og neyvan hevur nakar annar føroyskur telvari verið so íðin og miðvísur seinnu árini sum Luitjen. Ungum telvarum so líkt hava sveiggini stundum verið í størra lagi, men nú bragdaði av álvara. Hesin sigurin er honum væl untur og væl uppiborin.
FM-umdysturin 2024 - kviktalv
Rógvi Egilstoft - Luitjen Akselsson Apol ½ - ½
Høgni Egilstoft Nielsen - Rógvi Egilstoft ½ - ½
Luitjen Akselsson Apol - Høgni Egilstoft Nielsen 1 - 0
Luitjen Akselsson Apol - Rógvi Egilstoft 1 - 0
Rógvi Egilstoft - Høgni Egilstoft Nielsen 0 - 1
Høgni Egilstoft Nielsen - Luitjen Akselsson Apol 0 - 1
Úrslitið av FM-umdystinum:
1. Luitjen Akselsson Apol, Havnar Telvingarfelag, 3½ stig
2. Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag 1½
3. Rógvi Egilstoft, Sandavágs Talvfelag 1 stig
Føroyameistarar seinastu 25 árini
2000 Flóvin Tór Næs, HT
2001 John Rødgaard, VT
2002 Hans Kristian Simonsen, KT
2003 Martin Poulsen, HT
2004 Martin Poulsen, HT
2005 Carl Eli N. Samuelsen, VT
2006 Martin Poulsen, HT
2007 John Rødgaard, VT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Martin Poulsen, HT
2010 Olaf Berg, ST
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013 Olaf Berg, HT
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2023 Helgi Dam Ziska, HT
2024 Luitjen Akselsson Apol, HT
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. mars 2024
Byrjað verður við tvímansleiki hjá kvinnum í bæði borðtennis og badminton klokkan 10. Judo byrjar klokkan 13 - samanlagt eru 16 finalur í teimum trimum ítróttagreinunum á Hálsi
Stóri FM-finaludagurin hjá borðtennis, badminton og judo er á skránni í dag, 6. apríl, í Høllini á Hálsi.
Seinastu mongu árini hevur "Kontrast FM" verið karmur um nógvar spennandi dystir: Við ketjsarum, battum og kropsstyrki.
Badmintonssamband Føroya skrivar á Facebook-síðu sínari, at finaluskráin nú er løgd. Hesa vikuna hevur badmintonsambandið skipað fyri úttøkukappingum fyri at finna fram til finalistarnar blandaðum tvímansleiki, tvímansleiki og einmansleiki.
Savnsmynd: Ólavur Frederiksen
Sum skráin niðanfyri vísir, verður byrjað við tvímansleiki hjá kvinnum í bæði borðtennis og badminton klokkan 10.
Judo byrjar klokkan 13 - samanlagt eru 16 finalur á skránni í teimum trimum ítróttagreinunum. Seinasta finalan stendur at byrja 15.35. Talan er um einmansleik í borðtennis hjá monnum.
Tíðirnir kunnu tó broytast nakað; millum annað eftir hvussu langar ymisku finalurnar verða.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. apríl 2024
International Weightlifting Federation játtaði umsóknini frá Føroya Styrkisambandi farna vikuskiftið
Føroya Styrkisamband (FSS) gjørdi eitt rimmarlyft farna vikuskiftið, tá ið aðalfundurin hjá International Weightlifting Federation (IWF) játtaði umsóknini frá FSS um limaskap.
IWF er heimssamgongan fyri olympiska vektlyfting, og aðalfundurin, sum varð hildin í Phuket í Teilandi, játtaði Føroyum atlima- ella assosieraðan limaskap.
Føroyskir vektlyftarar kunnu nú kappast í heimsmeistarakappingum undir føroyskum flaggi.
Atkvøðurættur er tó ikki á aðalfundinum.
Umsóknin um limaskap varð latin IWF fyri tveimum árum síðani. Drúgt arbeiði hevur síðani verið at útvega tilfar um formlig viðurskifti, mál og avrik við góðari hjálp frá ÍSF.
Fyri hálvum triðja ári síðani søkti FSS eisini um limaskap í European Weightlifting Federation (EWF), europeisku vektlyftingssamgonguni.
Formligar ásetingarnar hjá EWF siga tó, at eitt land fyrst skal hava limaskap í IWF. Nú er tað upp á pláss, og farið verður nú beinanvegin undir at samráðast víðari við EWF um limaskap.
FSS fekk fyri tveimum árum síðani limaskap í norðurlendsku vektlyftingssamgonguni, Nordic Weightlifting Federation, NWF.
Um ikki so langa tíð verða væntandi allir tríggir altjóða limaskapirnir upp á pláss. Tá kunnu føroyskir vektlyftarar lyfta undir Merkinum um allan heim.
Føroya Styrkisamband varð stovnað í 2019 sum menningarsamband undir ÍSF og fevnir um fýra styrkigreinar: Vektlyfting, styrkilyfting, kúlulyfting og rørslumegi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. apríl 2024
-
Sunnudagin 7. apríl verður konfirmatión í Glyvra kirkju. Prestur er Meinhard Bjartalíð
Konfirmantarnir eru:
Kira Elisa Leifsdóttir, Rituvík (dagurin verður hildin í barnagarðinum á Mýrunum)
Billa Martinsdóttir Justinussen, Glyvrar (dagurin verður hildin í Hæddini)
Elin Joensen, Glyvrar
Sólvør Davidsen, Saltangará (dagurin verður hildin í Eldrafelagnum Nón)
Lilja Emilie Weihe-Forsmo (dagurin verður hildin í Kirkjuhúsinum á Strondum)
Hilda Djurhus Petersen, Rituvík (dagurin verður hildin í missiónshúsinum í Rituvik)
Silas Mikkelsen, Saltangará
Kristian Fossdalsá, Saltangará
Hákun Djurhuus Henriksen, Saltangará (dagurin verður hildin í Bátafelagnum á Bakka)
Jónas Wenzelsson Djurhuus, Glyvrar (dagurin verður hildin í Bátafelagnum á Bakka)
Bjartur Skipanes, Runavík (dagurin verður hildin í “Gott”)
Benjamin Lamhauge, Runavík
Odd Pállsson Holm, Rituvík
Marjus Hansen, Saltangará
Páll Rúnason Rasmussen, Saltangará (dagurin verður hildin í Skótahúsinum við Løkin)
Páll Æðustein Danielsen, Rituvík (dagurin verður hildin í Talvhúsinum á Toftum)
Kaj Anton Johannessen, Saltangará (dagurin verður hildin í Fríðrikskirkjuni)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. apríl 2024