Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 15. juni 2024 | Nr. 24 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

- At arbeiða í Føroyum er nakað heilt serligt

SíÐa 2

1 Leygardagur 15. juni 2024

Góðan lesihug og góða sundalagsstevnu

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

'Ja' ella 'nei' - gott val

Vit hava fyrr harmast á hesum stað, at tað ikki eydnaðist at fáa allar kommunurnar í Suðuroy til at semjast um at gera eina roynd at leggja alla oynna í eina kommunu.

Tí tað gevur onga meining at hava sjey kommunur í eini oyggj við færri enn 5.000 íbúgvum. Serstakliga í eini oyggj, ið kennir seg afturútsiglda frá menningini, við fallandi fólkatali sum kanska størstu avbjóðing.

Í dag verður so fyrsta stig tikið til at broyta kommunustrukturin í oynni. Upprunaliga vóru tríggjar tær norðastu kommunurnar við í ætlanini.

Men av orsøkum, sum ikki eru lættar fyri uttanfyristandandi at skilja, valdi bygdarráðið í Famjin – nógv minstu kommununi í oynni – ikki at vera við kortini.

Nú eru tað so borgararnir við valrætti í Tvøroyrar og Hvalbiar kommunum, sum skulu seta kross fyri ‘ja’ ella ‘nei’ um spurningin: “Skulu Tvøroyrar kommuna og Hvalbiar kommuna leggjast saman í eina kommunu”.

Út frá atkvøðugreiðslum, sum fyrr hava verið, meta eygleiðarar, at tað neyvan er nakar ivi um, at borgararnir í Tvøroyrar kommunu fara at atkvøða fyri uppskotinum.

Men tað er spenningur um hvat borgararnir í Sandvík, Hvalba og í Nesi fara at siga, um teir eru samdir við bygdaráðnum í Hvalbiar kommunu um, at rættast er at leggja saman nú.

Sum  ein av viðmerkjarunum segði. Hevði talan verið um, at lagt allar kommunurnar í oynni saman, so høvdu veljararnir í Hvalbiar kommunu óivað sagt ja. Men meira ivasamt er nú, tá talan er um at leggja saman við Tvøroyrar kommunu, teirri størstu í oynni, tí tá er tað meira at geva seg undir valdið hjá stóra grannananum heldur enn at fara upp í eitt nýtt kommunusamstarv.

Hetta sigur okkum so mikið, at kanska er tíðin enn ikki búgvin til at tosa um kommunusamanleggingar í Suðuroy.

Afturat tí halda vit okkum eisini síggja ein trupulleika í, at kommunustýrini í Hvalba og Tvøroyri eru samd um at geva teirra samanløgdu kommunu vakra navnið Suðuroyar kommuna, tí tað liggur ein provokasjón í tí mótvegis hinum kommununum í oynni.

Tað er ikki rætt at hava alla oynna í kommununavninum, tá fimm av teimum sjey núverandi kommununum ikki vilja vera við. Tað leggur heldur als ikki upp til konstruktiva tilgongd at fáa fleiri kommunur í oynni við.

Tað vildi hóskað betur við tí meira tunga navninum Suðuroyar norðrara kommuna ella onkrum sum líkist tí. Við slíkum navni hevði verið lagt upp til, at aðrar kommunur í oynni kunnu savna seg í Suðuroyar sunnaru kommunu inntil tann dagur upprennur – og hann kemur fyrr ella seinni – at borgarar í allari oynni kunnu savnast í Suðuroyar kommunu.

Síðani meiningsleysu fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging í 2012, er ikki nógv hent á hesum økin, sum annars var mett at vera politiskt alneyðugt í nullunum, men sum endaði við nøkrum sjálvbodnum samanleggingum, harav nakrar vóru í stríð við natúrligu landafrøðina og fólkasamansetingina.

Bert ein – lítil – samanlegging hevur síðan verið, tá ‘restin’ av Kalsoynni, Húsa kommuna, fór upp í Klaksvíkar kommunu.

Nú bendir okkurt á, at ein nýggj kommuna verður skipað har norðuri í Suðuroynni, og at borgararnir í tveimum av teimum núverandi sjey, skulu velja eitt spildurnýtt býráð við 11 limum á valinum í heyst.

Gott at borgararnir her taka avbjóðingina upp, og bjóða framtíðini av. Tí hóast ein tunnil einaferð kemur – kanska í okkara tíð – so er hann ikki loysnin upp á allar avbjóðingarnar, sum oyggin stendur frammanfyri.

Gott val.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2400

    Lisnar síður: 8234

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 15. juni 2024

- At arbeiða í Føroyum er nakað heilt serligt

- Eg havi lært nógv av tíðini í Lyngby, har eg varð heldur blindaður og ikki var nóg avgjørdur. Tað sigur norski fótbóltsvenjarin, Magne Hoseth - nú hugsavnar hann seg um B36, sum hevur nakað óforloyst

- Tað stendur mær nú týðiligari, at um eg eri venjari í einum felagi, so skulu tingini gerast uppá mín máta. Og so standi eg við ábyrgdini, um tað ikki eydnast. 43-ara gamli norðmaðurin hevur havt serstakar upplivingar seinastu 18 mánaðirnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Eg gleði meg ógvuliga nógv at standa á síðulinjuni aftur til ein dyst í Betrideildini. Eg skal ikki fjala, at aðrir møguleikar hava verið uppi og vent, men at arbeiða í Føroyum er nakað heilt serligt, og eg gleði meg nógv til næstu tíðina.

Í november 2022 varð kunngjørt at hann skuldi avloysa Mikkjal Thomassen sum oddamaður í KÍ. Hetta var fyrstu ferð, at Magne Hoseth skuldi standa sum høvuðsvenjari. Norðmaðurin fekk Daniel Berg Hestad við sum hjálparvenjara og hartil spælarastyrk úr norskum fótbólti.

Í Betrideildini longdi KÍ sína FM-røð – grundarlagið varð stoypt við 16 sigrum í 16 teimum fyrstu dystunum í kappingini. Í Evropa høvdu Hoseth og hansara menn eina ævintýraferð, sum einki annað føroyskt felag hevur havt, og tað endaði ikki fyrrenn í Lille í Fraklandi í desember, tá seinasti bólkadysturin varð spældur.

[object Object]
Magne Hoseth gjørdi í fjør nakað, sum eingin høvuðsvenjari í einum føroyskum felagi hevur megnað áður. Her sæst norðmaðurin á einum av sínum mongu tíðindafundum (Mynd: Sverri Egholm)

Á vegnum vórðu ungarsku, svensku og slovensku meistaranir feldir – nú skal Magne Hoseth hugsavna seg um at fáa B36 nærri oddinum í Betrideildini aftur, fáa liðið í steypafinaluna, og helst byggja á góðu gongdina hjá honum og B36 í Evropa.

Fryntligi 43-ára gamli norðmaðurin varð í seinastu viku kunngjørdur sum avloysari hjá Dan Brimsvík. Hetta var nakað, ið gav meining beinanvegin, sigur Hoseth í samrøðu við Blaðið.

- Eg hevði eitt gott prát við nevndina í B36 og merkti beinanvegin, at hetta var nakað fyri meg. Tey í B36 hava somu grundvirðir sum eg, og tað hava føroyingar sum heild. Man arbeiðir hart, og hevur veruliga vilja í tingunum, sum man ger. B36 stendur eisini fyri tí fótbóltinum, sum eg gjarna vil spæla. Tað er synd fyri Dan, at tað endaði á hendan hátt, men nú skal eg so royna at flyta liðið víðari og loysa eitt sindur upp.

- Ein sterkur hópur sum møguliga ikki verður broyttur

Magne Hoseth varð settur hósdagin 6. juni, og kom til Føroya mikudagin. Tá vit tosaðu við hann í gjár, hevði høvuðsvenjarin sæð hópin eitt sindur til venjing, umframt at hann kennir fleiri av spælarunum. Niðurstøðan er greið:

- Her eru nógvar dygdir í hópinum. Eg upplivdi eisini sum KÍ-venjari í fjør, at nakrir av truplaru dystunum vóru teir móti B36. Eg síggi, hvat Dan Brimsvík hevur bygt upp. Onkursvegna hava teir ikki fingið forloyst tað í ár, og tað er so mín uppgáva nú. Vit skulu í øllum førum fara út við tí mentalitetinum at arbeiða gróthart hvønn dyst og stríðast fyri felagið, staðfestir nýggi venjarin.

Tað hava verið leysasøgur frammi um, at B36 leitar eftir millum annað einum málverja umframt spælarum longri frammi á vøllinum. Vit hyggja eftir møguleikum ymsastaðni, staðfestir Magne Hoseth, men einki er víst enn. 

- Haldi sum nú er, at hópurin er nóg sterkur at fáa nógv stig, koma í steypafinaluna og taka avbjóðingarnar sum eru. Vit hyggja tó uppá støðuna, og fara møguliga at styrkja okkum – kanska ein spælari kemur inn í hópin afturat, kanska ikki. Eri glaður fyri mínar møguleikar í hópinum í løtuni. 

[object Object]Magne Hoseth til sína fyrstu venjing á Gundadali mikudagin. Hann sigur við Blaðið, at tað skjótt rann saman millum partarnar, ið hava somu grundvirði (Mynd: B36)

- Setti meg ikki nóg væl inn í Lyngby og setti ikki nóg hørð krøv

Í januar keypti Lyngby Boldklub Magna Hoseth leysan úr KÍ. Íslendski venjarin hjá Superliga-felagnum, Freyr Alexandersson, varð seldur til felag í Belgia, og loysnin var norðmaðurin, sum hevði fingið so góð úrslit í KÍ.

Hetta helt tó bert í 50 dagar.

Nógv var frammi um uppsøgnina, har umboð fyri Lyngby vóru skjót úti við ymiskum ákoyringum móti Magna Hoseth: At hann ikki var nóg týðiligur, at persónligheitin ikki hóskaði, og at forarbeiðið ikki var nóg gott í mun til profilin. Stjórin í Lyngby, Andreas Byder, skýrdi mannin, sum felagið undir tveir mánaðir frammanundan hevði sett sum "ekstremt introvertan".

Fyri Blaðnum setur Magne Hoseth orð á nakrar tankar um, hvat tíðin og støðan í Lyngby hava lært hann. Venjarin viðurkennir nøkur mistøk, men finnist eisini at danska felagnum.

- Eg havi lært at síggja reyð fløgg tíðliga. At gera eitt nóg gott kanningararbeiði áðrenn – má viðurkenna at tað gjørdi eg ikki. Áðrenn eg varð settur í Lyngby. Var kanska eitt sindur blindaður av, at hetta var eitt Superliga-felag, og at har riggaðu summi ting bara, og at linjurnar vóru greiðar. So var ikki heilt. Eg var heldur ikki nóg avgjørdur móti nevndini og spælarunum, í mun til at seta krøv og so framvegis. Tað stendur mær nú týðiligari, at um eg eri venjari í einum felagi, so skulu tingini gerast uppá mín máta. Og so standi eg við ábyrgdini, um tað ikki eydnast, staðfestir hann.

B36 skal vera meira professionelt

Nú er tað B36, ið Magne Hoseth hugsavnar seg um. Fyrsta uppgávan er B68 í kvøld – leygardagin 15. juni – og síðani er tað seinna steypahálvfinalan móti TB mikukvøldið. Conference League er á skránni í juli og møguliga longur enn tað.

Vit spyrja til seinast nýggja mannin á brúnni í sunnara parti av Gundadali, hvørji málini eru fyri restina av árinum.

- Vit hava ikki sett endalig mál, um hvar vit skulu enda. Men sjálvandi vilja øll vinna. Tað er umráðandi at byrja væl móti B68. Í Confernce League skulu vit víðari fýra ferðir fyri at náa einum bólkaspæli. Hetta verður ómetaliga torført, og tað krevur nakað av hepni í lutakasti og rætta taktikkin fyri at koma langt í Evropa.

- Felagið skal taka nøkur fet næstu mánaðirnar, so at vit eru meira professionel. Hetta so at fyritreytirnar eru so góðar sum møguligt fyri meg, ella tann sum tekur yvir fyri meg, næsta ár. Persónliga skal eg fáa fleiri royndir við evstu ábyrgd. Skal eisini lurta væl eftir hinum í toyminum. Eg havi eitt sterkt venjaratoymi, har øll arbeiða hart. Vit skulu føra ein vinnaramentalitet fram í B36.

Magne Hoseth og B36 hava í fyrstu syftu eina avtalu, sum er galdandi fyri restina av 2024.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2024

3 Leygardagur 15. juni 2024

Lønarhækkan uppá tilsamans 16,80 krónur yvir tvey ár

Semja er undirskrivað og verkfallið er av

(Mynd: Verkafólk)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tey fimm arbeiðarafeløgini í verkfalli og Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivaðu sunnukvøldið undir ein nýggjan tvey ára sáttmála. Talan er um eitt lønarlyft og lønarhækking á tilsamans 16,80 krónur yvir tvey ár. Við semjuni endar verkfallið hjá feløgunum, siga tey fimm fakfeløgini.

- Semjan gevur okkara limum eina eyka inntøku á 8,46 krónur fyrsta árið og 8,34 krónur seinna árið, lønarhækkingin er frá 1. mai. Harumframt koma 0,8 prosent oman á eftirlønina frá 1. januar 2025. Hetta er sostatt eitt stórt stig á vegnum at tryggja okkara limum somu keypiorku, sum tey høvdu áðrenn koronafarsóttina í 2020, siga feløgini í fráboðan.

- Tá verkfallið byrjaði bjóðaðu arbeiðsgevararnir okkum: 4,20 krónur um tíman fyrsta árið og 2,76 krónur seinna árið, ella tilsamans 6,96 krónur yvir tvey ár, nú er hækkingin 13 prosent íroknað lønarlyft á 3,75 krónur um tíman fyrsta árið og 3,50 krónur seinna árið um tíman.

Líka síðan samráðingarnar byrjaðu, hava Verkafólk víst á, at fasti samráðingarkarmurin í prosentum, skapar ein størri og størri skeivleika í lønarlagnum, har lægstløntu bólkarnir gerast alsamt meira afturútsigldir. Tí fegnast vit um, at hava samráðst um lønarhækkan í krónum og oyrum heldur enn prosentum. Eisini fegnast vit um, at ein partur av avtaluni er eitt lønarlyft, ið lyftir lønina hjá verkafólki tættari øðrum lønarbólkum.

- Eftir fýra vikur í verkfalli er tíðin komin, at Føroyar aftur kemur upp í ferð. Verkfallið hjá føroyskum verkafólki hevur veruliga sett samfelagið undir trýst. Tí eru vit veruliga takksom fyri stóra stuðulin, ið vit hava fingið frá føroyingum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2024

4 Leygardagur 15. juni 2024

Helst størsta last sum er flogin til Føroya

FK fekk mánakvøldið 32 tons av feskari matvøru úr Billund við FarCargo

(Mynd: Birgir Nielsen og Rúni Højgaard)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

32 tons av matvørum, frukt og grønum vóru mánadagin flogin til Føroya við flogfarinum hjá FarCargo.

- Umframt at hetta helst er nógv tann størsta lastin, sum er flogin til Føroyar nakrantíð, heili 32 tons, hava vit eisini prógva at tað væl ber til at flyta matvørur trygt og skjótt til Føroya, sigur Birgir Nielsen, stjóri í FarCargo.

Hann sigur, at tað tók ikki meira enn góðan tima at fáa allar 75 plattarnar í lastbilarnar, sum síðani fóru runt til allar FK handlarnar í Føroyum.

Sum skilst var hetta einasta flúgvingin á hesum sinni til matvøruhandlar. Mikumorgunin byrjar flúgvingin við laksi aftur.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
(Myndir: Birgir Nielsen og Rúni Højgaard)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2024

5

Størv

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025
6
Leygardagur 15. juni 2024

Ein sjáldsamur gestur

Herfyri fekk Havstovan ein gráháv at kanna, sum var fingin á línu við Suðuroynna – hetta er triðja skrásrtingin av gráhávi í føroyskum sjógvi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í føroyskum sjógvi. Tó er hetta fyrsti fiskurin, ið verður skrásettur í dátagrunninum hjá Havstovuni.

Gráhávurin var ein kvennfiskur, 145,5 sentimetrar langur og vigaði 13,65 kilo. Gráhávur kann gerast tveir metrar langur, men er vanliga ikki størri enn hálvan annan metur. Magin á gráhávinum var tómur, og eisini var rognaposin tómur. Gráhavur gýtir ikki á hvørjum ári, men umleið annað til triðja hvørt ár, og gýtir hann tá millum 20 og 40 livandi ungar áleið eitt ár eftir, at eggini eru gitin innvortis.

IUCN (Altjóða felagskapur fyri Nátturuvarðveitslu) hevur á sínum reyðlista skrásett gráháv sum hættisliga hótt fiskaslag, so fiskurin er ikki bert sjáldsamur um okkara leiðir. Um fiskimaður kemur á slíkan háv ella annan sjáldsaman/ókendan fisk, ið enn er livandi, verður heitt á, at máta longd og taka mynd av fiskinum (serliga trantinum, tonnunum, fjaðrunum, stertinum og gotinum), og síðani lata fiskin leysan aftur, um umstøður loyva tí. Upplýsingarnar kunnu síðani sendast til Havstovuna.

[object Object]

Gráhávur
Í føroyskum sjógvi finnast tilsamans 24 hávasløg. Gráhávurin hoyrir til eygnalokshávahópin, ið telur 224 sløg, harav sjey finnast í føroyskum sjógvi.

Fiskurin, ið á enskum verður nevndur School shark ella Tope shark, er betur kendur kring heimin sum “Soupfin shark”, og sum eyknevnið bendir á, hevur hann verið veiddur serstakliga fyri fjaðrarnar.

Havstovan takkar Símun Johannes Nybo fyri at hava vent sær til Havstovuna, og gráhávurin er nú latin Tjóðsavninum í varðveitslu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2024

7 Leygardagur 15. juni 2024

Kanna jarðfrøðina til komandi Vestmannatunnilin

Landsverk og Jarðfeingi lýsa nú eisini jarðfrøðina oman fyri Leynar so politiski myndugleikin hevur fleiri linjuføringar at velja ímillum til Vestmannatunnilin

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Seinastu dagarnar hava brunnborarar verið í holt við at bora jarðhol nærhendis Leynará millum Leynarvatn og munnan til Vágatunnilin í Leynum/Stykkinum.

Talan er um kanningar til tess at avlesa jarðfrøðina har sum komandi tunnilin til Vestmanna skal vera.

Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur hjá Landsverki, greiðir frá, at Landsverk og Jarðfeingi fyrr hava gjørt slíkar kanningar í Vestmanna og oman fyri Kvívík, har Landsverk mælir til, at tunnilin skal ganga.

Men nú verður so eisini gjørd ein kanning við Leynará, har vestmenningar ynskja, at komandi tunnilin skal koma út.

- Hetta er ein linjuføring, sum er kanska einar tveir kilometrar longri enn linjuføringin, sum vit mæla til, men avgerðin er ikki okkara, og tí var avrátt at gera jarðfrøðiligar kanningar eisini her, sigur Fríðrik Heinesen, og vísir á, at í síðsta enda er tað politiski og játtandi myndugleikin, sum ger av hvør linjuføring verður vald.

Arbeiðið varð bjóðað út, og tað var felagið Brunnboring í Runavík, sum fekk uppgávuna.

Tey hava nú borað eitt 350 metra djúpt hol í somu dimensjón, sum til jarðhitabrunnar. Við at lora kamera og sensorar niður í hetta holið, hevur Jarðfeingi nú møguleika til at lesa jarðfrøðiligu umstøðurnar av, og út frá teimum dátum gera eina meting av, hvussu ein komandi tunnil best kann borast uttan at koma í alt ov stórar jarðfrøðiligar avbjóðingar.

Tá slíkar boringar verða framdar, verður vatnið úr holinum sílað gjøgnum eitt reinsiverk í eini bingju, áðrenn tað verður leitt víðari út í ánna. Sambært Fríðrik Heinesen, verður alt dustið tikið úr vatninum, men vatnið er kortini litað.

Umhvørvisstovan valdi kortini at støðga arbeiðinum og krevja eina betri reinsing. Tískil var ein reinsibingja afturat fingið á staðið, og við at reinsa vatnið gjøgnum tvær slíkar bingjur, kundi vatnið lúka treytirnar fyri at verða latið út í ánna.

Boriarbeiðið er nú avgreitt.

Sí fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]
(Myndir: Jens Kr. Vang)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2024

8 Leygardagur 15. juni 2024

Ikki koyrandi millum Hvalvík og Streymnes

Sunda kommuna farin ígongd við at gera nýggja brúgv um Stórá

(Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Bilaferðsla millum bygdirnar Hvalvík og Streymnes kann komandi tíðina ikki gerast uttan at fara út á tann meira trafikeraða landsvegin yvir um Flagaroyruna og Ósan í Hvalvík.

Sunda kommuna er nú farin undir arbeiði at gera nýggja brúgv um Stórá, og meðan arbeiðið er í gongd er ikki koyrandi beinleiðis millum bygdirnar eftir Nýggjavegsbrekkuni.

Nýggj fyribils brúgv er gjørd um Stórá sum fólk til gongu kunnu brúka meðan arbeiðið fer fram.

Gangast kann ímillum parkeringsplássið við barnagarðin við Kráir og Streymnesvegin við Margáir. Gjørt verður vart við, at bøurin er vátur í støðum og óslættur, so fólk vera biðin um at vera væl skødd og at ansa sær, meðan tey ganga her. Tað ber ikki til at fara við barnavogni, súkklu o.l. hesa gonguleiðina, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.

Farleiðin um Stórá er aldargomul. Fyrsta brúgvin varð bygd um ánna í 1920’unum. Nýggjari brúgv varð síðan bygd miðskeiðis í 1950’unum, og tað er hendan brúgvin sum nú verður skift út við eina nýggja.

Arbeiðið við at gera nýggju brúnna millum Hvalvík og Streymnes verður væntandi liðugt í oktober ella november. Fyritøkan Malltek ger arbeiðið fyri Sunda kommunu.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2024

9 Leygardagur 15. juni 2024

150 fólk søgdu gomlu brúnni farvæl

Fríggjadagin byrjaði arbeiðið at taka brúnna um Stórá niður

(Mynd: Kjartan Madsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Ein minnilig løta, skrivar Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri í Sunda kommunu og íbúgvi í Streymnesi.

Hóskvøldið varð skipað fyri tiltak á brúnni um Stóra í sambandi við, at hon verður tikin niður.

Omanfyri 150 fólk vóru við til at siga brúnni farvæl og ein felags mynd varð tikin.

Farleiðin um Stórá er aldargomul. Fyrsta brúgvin varð bygd um ánna í 1920’unum. Nýggjari brúgv varð síðan bygd miðskeiðis í 1950’unum, og tað er hendan brúgvin sum nú verður skift út við eina nýggja. Nýggja brúgvin skal eftir ætlan verða liðug í oktober ella november.

Tað er fyritøkan Malltek, sum ger arbeiðið fyri Sunda kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2024

10 Leygardagur 15. juni 2024

Marjun Lómaklett prædikar á ólavsøku

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið hevur gudstænastuna á ólavsøku, og í ár tað Marjun Lómaklett

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið hevur gudstænastuna á ólavsøku, og í ár er tað Marjun Lómaklett.

Marjun varð prestvígd í januar 2002 í Aalborg Dómkirkju, eisini nevnd Budolfi kirkjan, av tí at hennara fyrsta kall var í Sæby í Norðurjútlandi.

Marjun hevur í fleiri ár búð í Katar og Sameindu Arabisku Emiratunum í Miðeystri, har hon virkaði sum óløntur hjálparprestur í anglikansku kirkjuni og norsk-svensku sjómanskirkjuni.

Í apríl 2015 tók hon við embætinum sum sóknarprestur í Norðoya Vestara Prestagjaldi við sæti í prestagarðinum á Ziskatrøð í Klaksvík. Í hesum tíðarskeiði hevur Marjun eitt skifti virkað sum integratiónsprestur, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2024

11 Leygardagur 15. juni 2024

Arbeiðið við Húsareynstunlinum tarnað av verkfallinum

Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, sigur, at arbeiðið hevur mestsum ligið stilt undir verkfallinum

Jón Sigurðsson, stjóri í Articon. (Savnsmynd: Sverri Egholm).
SkrivaÐ:

Áron Vest

17. apríl í ár varð seinasta skotið í Húsareynstunlinum latið av, og sostatt var tunnilin skotin ígjøgnum. Hendan dagin varð kunngjørt, at eftir ætlan skuldi tað vera koyrandi gjøgnum tunnilin 1. november í ár. 

Í samrøðu við Portalin sigur Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, at arbeiðið við Húsareynstunlinum hevur mestsum ligið stilt, ta tíðina, ið verkfallið hevur staðið á.

- Sum heild hevur arbeiðið við Húsareynstunlinum og innkomuvegnum gingið væl, men nú verkfallið kom, hevur arbeiðið mestsum ligið stilt, sigur Jón Sigurðsson.

Tað eru óivað nógv, sum síggja fram til at tað verður koyrandi gjøgnum tunnilin, men hesi somu mugu nokk brynja seg við toli. 

- Vit eru við at fáa gongd á aftur, men verkfallið kemur heilt vist at hava ávirkan á, nær arbeiðið kann handast, sigur Jón Sigurðsson at enda.

Annars er tað eitt gott ár síðani, at fyrsta skotið var latið av. Um ikki annað, so kann tí staðfestast, at ferð hevur verið á verkætlanini frá byrjan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2024

12 Leygardagur 15. juni 2024

- Tunnilsarbeiðið norður um Fjall gongur væl

Men sum so nógv annað, er arbeiðið við tunnilsfarleiðini Norður um Fjall tarnað av verkfallinum, sigur Jón Sigurðsson, stjóri í Articon

Savnsmynd
SkrivaÐ:

Áron Vest

Farleiðin, sum flest øll kenna sum Norður um Fjall, ið gongur úr Klaksvík til Árnafjarðar og víðari til Norðdepis, opnaði í ávikavist 1965 og 1967. Tað er valla nakar føroyingur, ið ikki heldur at ein dagføring av hesum tunlum er uppá sítt pláss.

Tunlarnir lúka als ikki nútíðarinnar krøv til hædd, breidd og trygdarútgerð. Fríhæddin er einans 3,1 metrar og breiddin 3,5 metrar. Hetta upplýsir Landsverk á heimasíðu síni.

Vit tosaðu við Jón Sigurðsson, stjóra í Articon í vikuni, og hann er bjartskygdur um hetta tunnilsarbeiðið. 

- Arbeiðið við tunlunum norður um Fjall gongur væl, men sum so nógv annað, er hetta eisini nógv tarnað av verkfallinum, sigur Jón. 

Tunlarnir eru ein fløskuhálsur fyri virksemið norðan fyri tunlarnar. Men Føroya fólk kann gleða seg, tí pr. dags dato, so er støðan hjá Landsverki ikki broytt - tunnilsarbeiðið væntast enn at verða liðugt í desember mánaða 2024.

19. apríl 2021 skrivaðu táverandi stjóri hjá Landsverki, Sigurd Lamhauge, og verandi stjóri í Articon, Jón Sigurðsson, undir sáttmála um tunlar norður um Fjall.




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2024

13 Leygardagur 15. juni 2024

19 ára gamal maður dømdur fyri óviljað manndráp

Ein 19 ára gamal maður var í einum dómsmansrætti í Føroya Rætti mikudagin dømdur eitt ár og fýra mánaða fongsulsrevsing fyri óviljað manndráp í sambandi við rúsevniskoyring

Tað var her, vanlukkan hendi í 2022 (Mynd: Google Maps)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein 19 ára gamal maður er í einum dómsmansrætti í Føroya Rætti dømdur eitt ár og fýra mánaða fongsulsrevsing fyri óviljað manndráp í sambandi við rúsevniskoyring

Ferðsluvanlukkan hendi um kvøldið tann 19. august 2022 á Jóannesar Paturssonargøtu í Tórshavn. Ein 75 ára gamla maður var á veg yvir um vegin við ein gonguteig, tá ið hann var árendur. Blóðroyndir, ið vóru tiknar av ákærda, vístu, at ákærdi hevði eitt hækkað virðið av THC í blóðinum, ið er mett sum verandi vandamikið fyri ferðslutrygdina.

Føroya Rættur viðgjørdi málið í vikuni, og kom dómsmannarætturin mikudagin fram til, at 19 ára gamli maðurin skuldi dømast eina fongsulsrevsing á 1 ár og 4 mánaðir, har 4 mánaðir vóru gjørdir treytaleysir. Maðurin var eisini dømdur eitt koyriforboð og skal fremja 200 tímar samfelagstænastu og verða undir eftirliti av Kriminalforsorgini í royndartíðini.

Maðurin tók ímóti dóminum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2024

14 Leygardagur 15. juni 2024

Maður útvístur í fimm ár eftir harðskapsmál

Fekk straksdóm í Føroya rætti fyri at hava framt harðskap móti øðrum útlendingi leygarkvøldið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein útlendingur var sunnudagin framstillaður í grundlógarhoyri í Føroya rætti. Viðkomandi játtaði seg sekan í álvarsligum harðskapi, og fekk tí ein sokallaðan straks-dóm áljóðandi 60 daga treytað fongsul og bann at koma aftur til Føroya næstu fimm árini.

Tilburðurin varð fráboðaður um hálvgun ellivu tíðina leygarkvøldið, og fór fram á einum privatum bústaði í Havn.

Tveir mans, báðir útlendingar, komu til ilnar, og tað endaði við at annar fekk so álvarsligar skaðar, at hann mátti innleggjast á Landssjúkrahúsið.

Hin maðurin varð skuldsettur fyri álvarsligan harðskap, altso eftir teirri hørðu greinini, grein 245, í revsilógini.

Maðurin varð handtikin leygarkvøldið, framstillaður fyri dómara í rættinum sunnudagin, og mánadagin varð hann sendur av landinum, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2024

15 Leygardagur 15. juni 2024

Umhvørvisárinsmeting av nýggjum havnarlagi Undir Gøtueiði í hoyring

Eysturkommuna hevur, saman við felagnum Pf. 24.04.2023, ætlanir um at fara undir nýggja havnarverkætlan norðan fyri bygdina undir Gøtueiði

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Yvirlitsmynd av verkætlanini hjá felagnum Pf. 24.04.2023 og Eysturkommunu

Við verkætlanini fær Varðin fleiri atløgupláss til skip og pláss til atknýtt virksemi, og Eysturkommuna fær fleiri vinnustykkir við atløgusíðu og kaiplássi at bjóða vinnuni í kommununi.

Nýggja havnarøkið liggur í býarætlanarøki D, sum er lagt út til havnarøki í byggisamtyktini fyri Eysturkommunu. Eysturkommuna upplýsir, at tað ikki er møguligt at víðka um havnarlagið í Norðragøtu, og tí verður havnavirksemið víðkað til Skálafjørðin.

Búlendiskanningar hava staðfest, at í økinum, har ætlanin er at staðseta havnarlagið er talið av djóra- og plantusløgum, og lívfrøðiligum fjølbroytni ikki stórt. Tó verður mett, at økið kring Kvørnina, skamt sunnanvert Tjørnunes og um 280 metrar frá syðra markinum á ætlaða havnarlagnum, er vert at varðveita grundað á “vakurleika, rekreativ virði, og tí at einki samsvarandi øki finst í nærumhvørvinum”.

Kanningar eru gjørdar av alduávirkan frá skipum, ið fara at sigla framvið Kvørnini til og frá ætlaða havnarlagnum. Í umhvørvisárinsmetingini fyri havnarverkælanina norðanvert bygdina undir Gøtueiði verður mesta ferðin ásett til 4 míl fyri skip, tá tey nærkast og skulu leggja at nýggju kaiini.

Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2024

16 Leygardagur 15. juni 2024

Minusóparar í føroyskum sjógvi

Tey trý herskipini úr Týsklandi, Fraklandi og Estlandi liggja við bryggju í Havn um vikuskiftið

Nato-minusóparar vitjaðu eisini í Havn í fjør (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í vikuni komu trý skip úr NATO-minusóparabólkinum SNMCMG1 (Standing NATO Maritime Countermeasure Group One) til Føroya. Talan er um eitt týskt, eitt franskt og eitt estiskt skip.

Týsdagin kann roknast við at síggja skipini millum oyggjarnar, har tey gera smærri leitivenjingar og royna útgerð.

Um vikuskiftið liggja tey trý skipini við bryggju í Havn.

Onnur skip úr sama bólki vóru í Føroyum í fjør.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2024

17
Leygardagur 15. juni 2024

Tróndur í Gøtu málaður og fingið nýtt navn

Hósdagin kom nýggi Gardar til heimbygdina Bekkjarvik í Noregi

Fyrrverandi Tróndur í Gøtu kallast nú Gardar, og er málaður grønur (Mynd: Trond Hagenes/Marsteinen)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Í vikuni kom nýggi Gardar til heimbygdina Bekkjarvik í Noregi.

Talan er tó ikki um eitt og hvørt skip, tí nýggi Gardar hevur seinastu 14 árini havt heimstað í Gøtu, og navnið Tróndur í Gøtu.

Tað var ein stór løta tá ið nýggi Tróndur í Gøtu kom á Runavík fyri fyrstuferð í mars í 2010.

Reiðaríið Varðin hevði fingið handað sín triðja nýbygning í søgu felagsins, og talan var um eitt stórt og framkomið uppsjóvarskip, sum kostaði umleið 230 milliónir at byggja.

Varðin átti tá eisini Finn Fríða, sum reiðaríið lat byggja sjey ár frammanundan, umframt uppsjóvarskipið Jupiter og ídnaðarskipið Saksaberg.

Var ongantíð ætlanin at selja Trónd í Gøtu

Í december í 2021 skrivaði Varðin undir sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna í Skagen, um at byggja eitt stórt og framkomið uppsjóvarskip, sum skuldi avloysa tá 18 ára gamla Finn Fríða.

Nýggja skipið verður heili 88 metrar langt, 16,5 metrar breitt og kemur at lasta umleið 3.000 tons.

Skipið skuldi eftir ætlan latast reiðarínum í januar í ár, men er nakað seinkað. Væntað verður at skipið kemur til Føroyar fyri fyrstu ferð í juli mánaða.

Av tí at reiðaríið nú skjótt fekk handa nýggja Finn Fríða, so var núverandi Finnur Fríði settur á sølulista, men lítil áhugið var fyri skipinum, sum hóast tað er yvir 20 ár, er í góðum standi.

Kundu ikki siga nei

Hóast tað als ikki lá í kortunum hjá Varðanum at selja Trónd í Gøtu, sum hevur riggað sera væl, og verið eitt sterkt grundarlag hjá Varðanum, fekk reiðaríið eitt somikið gott boð upp á skipið í februar mánaði, at eigararnir ikki kundu siga nei.

Norska reiðaríið K. Halstensen úr Bekkjarvik kom til Føroya, og leiðin gekk beinanvegin á Runavík, har Tróndur í Gøtu lá. Skjótt gekk, og norsku keypararnir bjóðaðu 200 milliónir fyri 14 ára gamla uppsjóvarskipið, sum kostaði 230 milliónir at byggja í 2010.

Hetta broytti heilt ætlanirnar hjá Varðanum, sum nú hevði selt eitt munandi nýggjari skip, enn ætlað.

Gamli Finnur Fríði bleiv nýggi Tróndur í Gøtu

Tann 23. apríl setti Tróndur í Gøtu kós móti Skagen, har skipið skuldi landa seinastu svartkjaftalastina undir føroyskum flaggi. 

Tá ið skipið hevði landað, skuldi tað í dokk í Skagen, har tað eisini er bygt, og nýggju eigararnir skuldu gera botnsýn og annað, sum er vanligt í slíkum handlum, og síðani yvirtóku teir skipið.

Av tí at Varðin nú hevði selt Trónd í Gøtu, varð avgerð tikin um, at gamli Finnur Fríði skuldi fáa navnið Tróndur í Gøtu.

Enn er eingin avgerð tikin, men væntandi fer Varðin í gongd við at fyrireika ein nýggjan Trónd í Gøtu tá ið nýggi Finnur Fríði er komin í flotan seinni í summar.

Loksins komið til Noregs

Norska reiðaríið yvirtók Trónd í Gøtu tann 1. mai, og síðani fór teir í gongd við at mála skipið, seta nýtt navn og búmerkir á og annað í sambandi við yvirtøkuna.

Hetta arbeiðið hevur tikið ein góðan mánaða og hósdagin kom nýggi Gardar til Bekkjarvik á fyrsta sinni.

Norsku eigararnir eiga framman undan uppsjóvarskipini Slaaterøy, sum er undanfarna Ruth hjá Gullak Madsen í Hirtshals og Manon, sum er eitt eldri uppsjóvarskip.

Eisini eigur felagið tveir trolarar. Granit, sum fiskar botnfisk, og rækjutrolarin Karine H.

Reiðaríið hevur eisini undirskrivað ein sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna um ein nýbyggning, sum skal avloysa Manon, sum er bygt í 1996.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2024

18 Leygardagur 15. juni 2024

Føroya Banki og Tryggingarfelagið LÍV í samstarv

Bankin bjóðar nú persónstryggingar í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV

Turið F. Arge, stjóri í Føroya Banka, Jan Jakobsen, stjóri í LÍV og Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroya Banki fer nú at bjóða kundum persónstryggingar í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV. Bankin hevur fyrr samstarvað við LÍV, og fer nú at taka samstarvið upp aftur, skrivar bankin í tíðindaskrivi.

- Vit varðveita sama kappingarføra prísstøðið og somu dygdina, vit áður hava havt, men nú við einum føroyskum veitara.

Samstarvið við LÍV ger tað møguligt at arbeiða við at menna og knýta í felags føroyskar sjálvgreiðsluloysnir í framtíðini. Samskiftið verður eisini á føroyskum, tá tað kemur til persónsstryggingar, t.e. lívstryggingar og óarbeiðsføristryggingar.

- Vit eru glað fyri samstarvið við LÍV, tí tað hevur nakrar fyrimunir við sær bæði fyri kundarnar og fyri okkum at hava ein føroyskan samstarvspartnara. Verandi kundar merkja einki stríð av broytingini, men fara sjálvandi eisini at fáa ágóðan av nýggja samstarvinum, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Bank

Ein fyrimunur er eisini, at tað fer at bera til hjá kundum at síggja allar sínar persónstryggingar saman við møguligum øðrum tryggingum, tey hava í LÍV, beinleiðis á kundaportalinum MíttLÍV.

- Vit í LÍV fegnast um at bjóða viðskiftafólkunum hjá Føroya Banka tær tryggingar og tænastur, sum felagið bjóðar okkara viðskiftafólkum. Vit vilja somuleiðis bjóða Føroya Banka hjartaliga vælafturkomnum til LÍV, sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2024

19 Leygardagur 15. juni 2024

Jákup Godtfred stýrimaður á Logos Hope

Logos Hope liggur í Cape Town restina av mánaðinum og fer síðani til Walvis Bay í Namibia og seinni til Angola og Gana

(Mynd: OM Føroyar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinasta mánaðin hevur Jákup Godtfred verið stýrimaður umborð á Logos Hope. Tað skrivar OM Føroyar.

Jákup Godtfred fór umborð, meðan skipið lá í Durban í Suðurafrika og sigldi síðani við yvir til Cape Town.

Á myndini er hann saman við stýrimanninum, sum hann avloysti, Jacob úr USA.

Logos Hope liggur í Cape Town restina av mánaðinum og fer síðani til Walvis Bay í Namibia og seinni til Angola og Gana.

Doulos Hope er í løtuni í Phnom Penh í Kambodja. Fyrst í juli liggur leiðin til Singapore og síðani til Kuching og Sandakan í Malaysia.

Hjá OM Føroyar siga tey, at stórur tørvur er á manning av øllum slag til bæði skipini.

- Um tú kundi hugsað tær eina øðrvísi uppliving, minnir fyri lívið og sæð ein heilt annan part av heiminum, samstundis sum tú tænir Gudi, set teg so í samband við okkum, sigur OM Føroyar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2024

20 Leygardagur 15. juni 2024

Fyribils aðalstjórarnir fingu størvini

Løgmaður hevur sett Nellu Festirstein, Pól E. Egholm og Elin Mortensen sum aðalstjórar í nýggju aðalráðunum, sum blivu stovnað í fjør. Tíggju umsøkjarar vóru

Pól E. Egholm, Nella Festirstein, Elin Mortensen og Aksel V. Johannesen, løgmaður (Mynd: Løgmansskrivstovan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur, eftir tilmæli frá setanarbólkum, sett Nellu Festirstein, Pól E. Egholm og Elin Mortensen sum aðalstjórar í ávíkavíst Løgmálaráðnum, Umhvørvismálaráðnum og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.

Størvini vórðu lýst leys í apríl, og samanlagt 10 umsóknir komu til størvini. Setanarbólkarnir eru nú komnir á mál við samrøðum og setanartilgongdum, og eru komnir ásamt um at tilmæla Nellu Festirstein, Pól E. Egholm og Elina Mortensen. Nýsettu aðalstjórarnir hava verið fyribils settir aðalstjórar í nevndu ráðum síðani januar 2023.

Stutt um nýsettu aðalstjórarnar
Nella Festirstein er 63 ára gomul og útbúgvin Cand.jur. frá Københavns Universiteti. Nella hevur starvast sum deildarstjóri á Lógartænastuni í Landsfyrisitingini frá 2008-2022.

Pól E. Egholm er 43 ára gamal og útbúgvin MSc in International Business frá CBS. Pól hevur starvast í Landsfyrisitingini síðani 2012, fyrst sum fulltrúi og síðani sum deildarstjóri.

Elin Mortensen er 44 ára gomul og útbúgvin Cand.Scient.Pol (stjórnmálafrøðingur). Elin hevur starvast í Landsfyrisitingini síðani 2009, sum ávikavist fulltrúi, toymisleiðari og sendikvinna.

Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýrisfólkinum í avvarðandi ráði og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av ráðnum. Setanartreytirnar hjá øllum nýsettum aðalstjórum eru endurskoðaðar. Nýggju setanartreytirnar innibera eitt nú, at aðalstjórasetanin er áramálasett til sjey ár. Harafturat eru nýsettu aðalstjórarnir ikki tænastumannasettir, men settir eftir vanligum stjórasáttmála.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2024

21 Leygardagur 15. juni 2024

Elsebeth nýggjur samskipari á báta- og listasavninum í Leirvík

- Eg hugsi fyrst og fremst at menna savnið víðari á tí grundarlagi, sum longu er lagt, sigur Elsebeth Elnarsdóttir Tyril

Hon býr í Gøtu og hevur royndir innan ferðavinnu og samskipan av tiltøkum. Umframt hetta hevur nýggi samskiparin altíð hevur havt stóran áhuga fyri skipum, bátum, fiskiskapi og tí, ið hoyrir sjóvinnu til. Sjóneykan skal setast nógv ymiskt
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Báta- og listasavnið í Leirvík hevur sett Elsebeth Elnarsdóttir Tyril í starv sum samskipara fyri savnið.

Hesum boðar savnið frá í skrivi fyrrapartin. Hon vil seta sjóneykuna á ymiskt á savinum:

- Eg hugsi fyrst og fremst at menna savnið víðari á tí grundarlagi, sum longu er lagt. At hava nøkur fleiri tiltøk gjøgnum árið, herundir at seta sjóneykuna á ymisk serlig viðurskifti, sum til dømis tætta tilknýtið, sum mangir av bátunum á savninum hava til eysturlandið á Íslandi. Føroyski báturin, bátabygging og øll tann søgan, er áhugaverd í sær sjálvum, men samstundis haldi eg, at tær mannalagnur og søgur, sum eru knýttar at fólkunum, ið hava bygt og nýtt bátarnar, eru ikki minni áhugaverdar.

Soleiðis sigur Elsebet sjálv. Hon býr í Gøtu og hevur royndir innan ferðavinnu og samskipan av tiltøkum. Umframt hetta hevur nýggi samskiparin altíð hevur havt stóran áhuga fyri skipum, bátum, fiskiskapi og tí, ið hoyrir sjóvinnu til.

- Við tíðini kundi eg hugsað mær at longt upplatingartíðirnar og fingið munandi fleiri fólk at vitja savnið til at hoyra og síggja hugtakandi søgurnar um lutirnar, bátarnar, listaverkini og fólkini, ið eru tilknýtt lutunum. Savnið er ein uppliving bæði fyri føroyingar og ferðafólk,” leggur Elsebeth afturat.

Báta- og listasavnið í Leirvík er skipað sum sjálvognarstovnur og hýsir einum savni av eldri siðbundnum føroyskum bátum og einum savni við listarverkum eftir Jóhannes Kristiansen, eisini nevndur leirvíksmálarin, umframt aðrar listamálarar úr Leirvík. Savnið er opið týsdagar millum klokkan 14 og 17 og hósdagar millum klokkan 14 og 16. 

[object Object](Mynd: Báta- og listasavnið)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2024

22 Leygardagur 15. juni 2024

Dugni fingið nýggj høli í Suðuroy

Dugni flytur nú í Pakkhús 5 á Tvøroyri

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Dugni flytur nú inn í Pakkhús 5 á Tvøroyri. Starvsfólk og næmingar á Dugna eru í holt við at innrætta hølini í samráð við kommununa. Í hesum sambandi bjóðaði Dugni Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu við almanna- og mentamálum, at vitja og síggja góðu umstøðurnar í nýggju hølunum.

- Tað er lívsjáttandi at síggja, hvussu starvsfólkini á Dugna nýta umvælingina sum ein lið í arbeiðsbúgvingini hjá næmingunum, og tað verður spennandi at síggja, hvussu nýggju og vælvirkandi karmarnir fara at mynda virksemi hjá Dugna í oynni frameftir, sigur Sirið Stenberg.

Nýggju hølini rúma einum timburverkstaði, einum kreativum verkstaði, eini kafé og handilsvirksemi, og fólk kunnu støkka inn á gólvið til ein kaffimunn. Pláss er fyri 12 næmingum í arbeiðsbúgving í senn.

Játtanin til Dugna varð á fíggjarlógini fyri 2024 hækkað við 400.000 krónur, so Dugni kundi flyta inn í nýggj høli í Suðuroynni, og virksemið kundi koma í eina trygga legu í oynni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2024

23 Leygardagur 15. juni 2024

126 góðkendir ferðaleiðarar hava fingið prógv Føroyum

Útbúgvingin í Vestmanna, og á ymiskum útferðum, er skipað sum eitt yrkisskeið á 200 tímar

Hóast nógv tey flestu, sum hava fingið prógv hesi árini eru ferðaleiðarar til enskt talandi ferðafólk, so var 2024 serligt, tí ferðaleiðarar vórðu til próvtøku í kinverskum, sponskum, portugisiskum og niðurlendskum (Mynd: Miðnám í Vestmanna)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðani útbúgvingin til ferðaleiðara byrjaði í 2017 hava 126 ferðaleiðarar fingið prógv sum góðkendir ferðaleiðarar í Føroyum.

Útbúgvingin til ferðaleiðara er skipað sum eitt yrkisskeið á 200 tímar við fyrilestrarkvøldum í Vestmanna, skipaðum útferðum og venjingum av ymsum slagi eisini. Miðnám hevur seinni árini tikið næmingar upp hvørt ár tí eftirspurningurin eftir ferðaleiðarum hevur verið rættiliga stórur.

- Tað er skiljandi, tá ið hugsa verður um, at vinnumøguleikarnir eru so fjølbroyttir sum teir eru. Tað ber til at lata seg bóka av onkrum av incoming feløgunum fyri ein fastan takst sum fleiri velja at gera. Men tað eru eisini fleiri av útbúnu ferðaleiðarunum, sum hava stovnað egnar fyritøkur við sínum hugskotum til túrar við ferðaleiðara seinnu árini.

Hóast nógv tey flestu, sum hava fingið prógv hesi árini eru ferðaleiðarar til enskt talandi ferðafólk so var 2024 serligt, tí ferðaleiðarar vórðu til próvtøku í kinverskum, sponskum, portugisiskum og hollendskum.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2024

24 Leygardagur 15. juni 2024

Nýggir sveinar frá TSK

11 húsasmiðir, 9 elektrikarar og 11 maskinsmiðir hava fingið sveinaprógv frá Tekniska Skúlanum í Klaksvík

Elektrikarar - Frá vinstru: Sámal Petur Joensen (Havsbrún), Óla Jákup Dahl Olsen (HD Eletric), Bárður Marsten (RV-Tøkni), Sølvi Sigvardsen (Elcon), Bjartur Nón (JT-Eletric), Eli Lyberth Johannessen (TTS), Danilo Domazetoski (J-EL), Jákup Páll Jacobsen (Elcon) og Mikkjal Bjartalíð (Maskinhandilin)
SkrivaÐ:

Innsent

Fríggjadagin fingu 31 sveinar handað sveinaprógv á Tekniska Skúlanum í Klaksvík, TSK, 11 húsasmiðir, 9 elektrikarar og 11 maskinsmiðir.

Prógvhandanin varð, orsakað av verkfallinum, ikki heilt sum hon plagar at vera.

Prógvini vórðu hesaferð handað hvør sær úti á deildunum. Men hóast eitt sindur av avmarkingum fingu sveinarnir, tey avvarandi og lærararnir eina hugnaliga løtu á deildunum við kaffi, køkum og góðari samveru.

[object Object]
Maskinsmiðir. Frá vinstru Niclas Elttør Høgnesen (KSS), Rani Hilbertsson Funn (KSS), Poul Jacob Christiansen (KSS), Asbjørn Lómaklett á Tjaldrafløtti (KSS), Rókur Dragaberg (Pomek), Dánjal Højgaard (Pomek), Kári Lindberg Müller (KSS), Jan Sólbjørg Thomassen (Pomek), Torfinnur P. við Gjónna (KJ-Hydraulik), Hans Elttør (KSS), Aron Knudsen (Vaðhorn Seafood)

[object Object]Húsasmiðir. Frá vinstru Heðin Vágsheyg Baldvinson (Norðhús), Martin Danielsen (Holm Byggivirki), Sámal Mikal Johannesen (Malltek), Mads Hedegaard (Búsetur), Tróndur Sólarnson (BMT), Jesper Christiansen (Holm Byggivirki), Tummas Eli Kruse Ellingsgaard (Búð), Óli Egilstrøð Magnussen (Hammer Smíð), Heidi Sleire (Norðhús), Tummas Knudsen (Holm Byggivirki), Hanus Ellingsgaard (Búð)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2024

25 Leygardagur 15. juni 2024

10 føroyskar verkætlanir fáa stuðul úr Grunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn

Tíggju føroyskir umsøkjarar fingu tilsamans 300.000 krónur

Jóan Petur Hentze, Alexandra Briem, Annika Olsen, Annfinn Brekkstein, Uju Petersen, Pernille Ødegaard, Björg Magnúsdóttir, Heðin Mortensen, Einar Þorteinsson, Kjartan Magnússon, Charlotte Ludvigsen og Lone Rosengreen Pedersen
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Árligi fundurin í Grunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn var í Havn í undanfarnu viku.

Í ár fingu tíggju føroyskir umsøkjarar stuðul úr grunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn á 300.000 krónur tilsamans.

Á fundinum í Havn vóru nógv evni á skrá. Tað er eitt ynski frá øllum limunum í grunninum at økja samstarvið millum teir tríggjar býirnar, serliga millum tey heilt ungu.

Á skránni vóru tí framløgur um møguleikar og avbjóðingar hjá teimum ungu í útnorðri, og hvørjir møguleikar eru fyri samstarvi teirra millum.

Eisini varð vitjað á skúlanum á Fløtum, á Musikkskúlaum, á Listasavninum, SEV, umframt á øðum støðum í kommununi.

Í Grunninum eru umboð úr Reykjavík, Nuuk og Tórshavn. Føroysku umboðini í nevndini Heðin Mortensen, borgarstjóri, Annfinn Brekkstein, býráðslimur og varaborgarstjóri, og Annika Olsen, býráðslimur.

Tær tíggju umsóknirnar, ið fingu stuðul úr Føroyum, fingu úr 12.000 upp í 50.000 krónur í stuðli:

  • Ítrottarfelagið Hvirlan – luttøka í IR Stórmót í Reykjavík
  • World New Music Days – Stuðul til tónaverk av grønlendskum tónasmiði
  • Nordatlantisk AI Netværk – ferðastuðul til vitjan úr Nuuk og Reykjavík
  • TONIK – ferðastuðul til listafólk úr Nuuk og Reykjavík
  • Lesandi á “Sociolinguistic fieldwork” – Luttøka á ráðstevnu í Nuuk
  • The Laboratory of Vulnerability in the North – bókmentaráðstevna í Føroyum
  • Diana J. Hansen – Dance School Exchange Nuuk
  • West Nordic Feminist Network – stuðul til ráðstevnu í Reykjavík
  • Nordic Saxophone Collective – stuðul til Nordic Saxophone Festival í Tórshavn 2025
  • Havnar Svimjifelag – luttøka á HS Open 24 og RIG25 í Reykjavík


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2024

26 Leygardagur 15. juni 2024

Nathan Carter hevði áhoyrarnar í sínum valdi

- Tað hevur ikki fyrr verið so góður stemningur framman fyri stóra pallin á countryfestivalinum. Ongantíð

Nathan Carter (Mynd Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Var fríggjakvøldið á countryfestivalinum í Sørvági væleydnað, so var leygarkvøldið tað ikki minni.

Og ein stóran part av æruni fyri tí, átti ein ungur íri úr Liverpool og hansara tónleikarar, sum vóru høvuðsnavnið í gjárkvøldið.

Nathan Carter hevði eina fantastiska konsert á Dungapallinum í Sørvági. Hóast tað mesta av fjøldini helst ikki kendi so nógvar av sangunum, so megnaði hesin sjarmerandi unglingin at fáa øll við upp á tað.

Ein hjartanemandi konsert, pofessionell út í odd og egg, og tað var ikki eitt einasta menniskja á nýasfalteraða Dungasandi hetta kvøldið, sum flutti seg frá palløkinum eftir lokna konsert, uttan at hava eitt smíl á varrunum – tað vóru nógv klemm givin og móttikin hetta kvøldið til og frá bæði kendum og minni kendum medmenniskjum.

Nathan hevði áhoyrarar í sínum valdi – síni hulu hond, sum danir siga – og helt teimum frá byrjan av, tá hann bað øll leggja fyrst høgra, síðan vinstra arm um sín síðumann og/ella -kvinnu, og til hann hevði spælt tað seinasta eykanummarið.

[object Object]

Stemningurin so góður sum ongantíð fyrr

Tað hevur ikki fyrr verið so góður stemningur framman fyri stóra pallin á countryfestivalinum síðan hann byrjaði. Ongantíð.

Hiðani skal ljóða: Vónandi var okkurt umboð fyri Summarfestivalin í Klaksvík til staðar í Sørvági hetta kvøldið. Hesin írin má fáa høvi koma aftur til Føroyar, og helst á einum uppaftur størri palli, so at enn fleiri fólk eisini fáa gleðina av at uppliva henda frálíka undirhaldaran og hansara framúr góða orkestur. Come On Summarfestivalurin

Tónleikaskráin hjá Nathan Carter var ein undirhaldandi samling av sjálvskrivaðum sangum, siðbundnum írskum fólkaløgum og so kryddað við eitt sindur av góðum country eisini, framført á teirra serliga írska hátt við harmoniku, fiól (hann var einans júst fyltur 18) saksofon og floytu tá tørvur var á tí, umframt guittara, bassi og trummum.

Móti endanum leyp írin út í eina sirpu við popp/rokk løgum. Vit hoyrdu Queen (Don’t stop Me Now), Abba (Does Your Mother Know), Robbie Williams (Let me Entertain You) og Walk the Moon (Shut up and Dance). Tað er í hvussu so er ongantíð hoyrt fyrr á countryfestivalinum.

Fleiri myndir frá leygarkvøldinum her

Eru teir vorðnir ov stórir til countryfestivalin?

Góða huglagið frá Nathan Carter setti eisini sín dám á restina av kvøldinum. Blátt Gras fekk heiðurin at koma aftan á Nathan Carter, tað var á tí minna pallinum, og her var stemningurin frálíkur.

[object Object]

Eftir tað var Tinganest á skránni sum síðsta navn á Dungapalli. Og sigast má, at Tinganest hava ongantíð veri størri og betri umtóktir enn tað sama.

Lagið og hugurin at syngja við hevur altíð verið góður, tá teir hava upptraðka á countryfestivalinum. Men nú ber av. Tinganest eru næstan vorðnir ov stórir til countryfestivalin.

Fólkið sang við – tóku undir við næstan hvørjum orði – alla konsertina á tamb. Tað má vera stuttligt hjá hesum einaferð forfjónaðu tónleikarunum at uppliva slíkt – nær sagt – á gamalsaldrinum.

Dungasandur var stúvstappaður hesa magisku løtuna. Lagið var so gott, at ælini, sum komu strúkandi inn eftir vágni við jøvnum millumbilum, ikki megnaðu at køva stemningin.

Festivalurin endaði við væl trimmaða dansibandinum, Sommerson Band, á Stakkapalli. Og stjørnudust var blakað yvir ta konsertina, tá Nathan Carter kom upp á pallin og sang “Pub Crawl” saman við Sommerson Band.

Hallur saman við Lailu, men uttan steel

Men leygardagurin á festivalurin bjóðaði eisini upp á fleiri góð upplivilsir. Hallur Joensen var á pallinum klokkan 20, og hóast hann ikki hevur stórvegis nýtt at bjóða, so megnar Hallur við sínum jaliga lyndi altíð at skapa góðan stemning.

Orkestrið var tað sama, sum kvøldið fyri spældi undir hjá James Carothers, avleveraði vøruna professionelt og uttan at nakar fingur kundi setast á nakað.

[object Object]

Eftirsum hvørki Kristina Bærendsen ella Jessika dóttir Hall vóru í Sørvági hesaferð, kom Laila Carlsen at syngja kvinnurøddirnar á onkrum av sangunum, og tað kláraði hon væl.

Tað einasta, sum var at fýlast á við konsertunum við Halli var, at ongin steelguittari var við á pallinum. Jákup Zachariassen er ikki heima, og hann var stórliga saknaður hesaferð.

[object Object]Magni Christiansen

[object Object]Blátt Gras

[object Object]Strámenn

[object Object]Tórfríð Tavsen

Tórfríð í stórformi

Magni Christiansen fekk heiðurin at hita upp til Nathan Carter, tað var á tí minna pallinum, og her var stemningurin, og serliga dansihugurin eisini alstórur. Magni gav eina væl upplagda koncert við sínum dugnaligum tónleikarum.

Eitt óvæntað jaligt upplivilsi á countryfestivalinum í ár var at hoyra framførsluna hjá Tórfríð Tavsen, sum sang saman við Ólavi á Váli og einum væl leikandi orkestri.

Tórfríð hevur format sum sangari. Ja, framførslan á Stakkapalli tíðliga leygarkvøldið var á einum støði, at tað er nær við, at Tórfríð er farin at geva áðurnevndu Kristinu Bærendsen kapping á kvinnuligu trónuni á føroyska countrypallinum.

Framførsla hennara var orkumikil, har var girl power, og tað sást at hon, serliga við sínum Dollie, Olivia og Shania-sangum, hevði takið á í hvussu so er tí kvinnuliga partinum av áhoyraunum á Stakka hesa løtuna. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2024

27 Leygardagur 15. juni 2024

James úr Nashville hugtók fjøldina í Sørvági

Við einum framúr føroyskum orkestri undir leiðslu av Halli Joensen, fingu festivalgestirnir í Sørvági eina uppiborna innspræning av góðum honkytonk tónleiki úr Nashville

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Høgættin var køld á Dungasandi farna fríggjakvøld, men huglagið var fjálgt og lagið framman fyri tónleikapallarnar gott um enn ongantíð kom heilt upp á kók í summarkuldanum.

Høvuðsnavnið á fyrsta kvøldinum á Sørvágs Country- og Bluesfestivali, ungi amerikanarin James Carothers úr Nashville, vísti seg at vera ein framúr sangari, sum umframt at hava fínar sangir av egnari framleiðslu, eisini dugdi at framføra teir góðu gomlu – George Jones, Merle Haggard og Waylon Jennings.

Tað riggaði framúr væl á Dungasandi. Og helst hevur hann verið væl brifaður frammanundan um, hvat publikum í Sørvági vil hoyra, tí móti endanum av framførsluni treiv hann í “Blue Eyes crying in the Rain”, og snildisliga lat hann áhoyrarafjøldina taka yvir við sínum egnu orðum – altso teimum hjá Poul F. “Fagra blóma tú sum prýðir...” og so var onki eyga turt.

Avgjørt hæddarpunktið á kvøldinum.

Hallur – maestro de musica

Eitt sindur í bakgrundini á pallinum stóð Hallur Joensen og eggjaði okkum at syngja við. Sjálvandi hevur tað verið hann, ið hevur teskað nashvilianaranum í oyrað, at tað hevði verið eitt gott hugskot at sungið júst henda sangin, sum haryviri er best kendur við Willie Nelson.

[object Object]James Carothers og Jóhan Ziskason (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hallur hevur enn einaferð prógvað, at hann er júst tann rætti maðurin at fara eftir, tá tað snýr seg um at seta saman eitt orkestur at spæla saman við útlendskum countrynøvnum, sum einsamøll koma til Føroyar við sínum sangum.

Ein ella tvær venjingar, og so hoyrist tað næstan ikki, at tað ikki eru A-team tónleikarar úr Nashville, sum spæla undir. Hetta var høgt støði. Sjálvur ger Hallur lítið burtur úr sær sjálvum og sínum egna spæli, men stendur miðsavnaður sum ein annar Benni Wilkinson, tó uttan armkeipur, men við andlitsbrøgdum og smáum rørslum á guittaranum, gevur tekin til viðspælararnar at taka eina solo ella gera seg til reiðar at enda sangin.

Hugtakandi at eygleiða, og tekin um stóra professionalismu.

Manningin hesaferð var Hallur sjálvur við kassaguittara, Beddi Hansen og Jóhan Ziskason á elguittara, Jóhannus á Rógvu á bassi, Josva Debess á trummum og Kristian Pauli Ellefsen á ljómborðum.

Ikki minst hesin síðsti, ungi Kristian Pauli, glógvaði við sínum óføra og leikandi lætta tangentleiki.

[object Object]Kristian Pauli Ellefsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað góða kenda gamla

Tað er nú einaferð teir góðu og kendu sangirnir, sum verða best móttiknir á countryfestivalinum í Sørvági, og tað upplivdist í ovurmát í seinastu upptraðkanini á Dungapallinum fríggjakvøldið.

Sørvingar eru so glaðir fyri sín egna vágasound, at soundurin varð settur á skrá sum seinasti táttur á stóra pallinum bæði kvøldini.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Fríggjakvøldið var tað Vágaverk/Váðaverk. “Bommilom”, “Húsabrekku Blues”, “Hvar Baby” og ikki minst “Eftir 1001 nátt”. Og fólkið sang við av hjartans lyst.

Fyrra countrykvøldið byrjaði við Kim Hansen og Jens Marna, sum altíð hugtaka við sínum stóra musikaliteti. Hini á sera hugnaliga stakkapallinum vóru lívligu Malan og Laila, Evi Tausen, sum endiliga var at hoyra aftur, men ikki rættiliga fekk kynt undir fjøldina hesaferð, og so Signar í Homrum, ið er aktuellur við spildurnýggjum KalleKatt-arbeiðarasangi, sum slapp at enda kvøldið.

Á stóra palli vóru tað Vestmann, sum løgdu fyri. Ikki so ofta, at teir eru at hoyra á so stórum palli, men ein fín og fjálg byrjan upp eitt frálíkt, men kulsið, festivalkvøld.

Fleiri myndir her - og her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2024

28 Leygardagur 15. juni 2024

Hamradun á Summarfestivalin

Mergjaði rockbólkurin verður við á landsins størsta tónleikatiltaki

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Við mergjaðum rocki hava teir tikið land og fólk. Hamradun blandar fólkatónleik og kvæði við tungan rocktónleik og serføroyskt stev. Tað ger teir til heilt serstakan tónleikabólk – ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum.

Á odda fyri bólkin er Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni hjá Hamraduni. Eingin dugir sum Pól Arni at syngja hetta slagið av tónleiki, sum hann fram um mong hevur verið við til at skapa og menna. Bólkurin er væl samanspældur og dugir framúr væl at leggja tónleik til rættis og framføra hann.

[object Object]

Hamradun var stovnað í 2015, og hesi árini síðani hava teir javnan spælt á stórum og smáum tiltøkum kring landið. Boð hava eisini verið eftir teimum úr útlandinum, og teir eru av og á við á tiltøkum ymsastaðni í Evropa.

Fyrr í ár kom Hamradun við frálíku útgávuni »Nætur níggju« og hevði útseldar útgávukonsertir í Norðurlandahúsinum. Nú koma teir aftur á Summar Festivalin at hava konsert. Áður hava teir havt framúrskarandi framførslur á Vágsbø.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2024

29 Leygardagur 15. juni 2024

Marcus og Martinus til Føroya í september

Vælumtóktu norsku tvíburarnir hava konsert í Høllini á Hálsi í Havn 28. september

Marcus og Martinus á Eurovision finaluni í ár (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Norsku stjørnurnar Markus og Martinus koma til Føroya at hava konsert í Høllini á Hálsi 28. septembur. 

Markus og Martinus eru møguliga størsta pop-duo í Skandinavia. Teir eru báðir 21 ár, tvíburar og koma úr Noregi. Teir blivu kendir, tá teir vunnu barna melodi grand prix í 2012, og hava síðan tá vunnið hjørtu kring heimin.

Tvíburarnir eru vaksnir upp í einari musikalskari familju, og byrjaðu í barnakóri sum fýra ára gamlir. Tað var í sambandi við eina familjuferð í Tailandi, at tað bleiv lagt merki til teirra serligu evni innan tónleikin, tá ein framførsla var á hotellinum har familjan búði á ferðini. Tónleikarin sum hevði framførsluna, spurdi millum áskoðararnar, um nakar hevði hug at koma upp á pallin at syngja. Tá vóru Markus og Martinus kvikir, fóru upp á pallin, og tvær stjørnur vórðu skaptar.

Millum áhoyrararnar sat norskur tónleikari, ið eggjaði dreingjunum at melda seg til barna melodi grand prix í Noregi – eisini kent sum MGP.

Sum bert 10 ára gamlir skrivaðu Markus og Martinus sangin ‘To dråber vann’ og stillaðu upp í MGP. Teir gjørdu ikki mætari enn at vinna, og so byrjaði teirra tónleikaferð, ið hevur koyrt við fullari ferð líka síðan. 

Seinast hava vit sæð teir í Eurovision finaluni í mai í ár, har teir stillaðu upp fyri Svøríki.

Teir hava gjøgnum tíðina hitað upp fyri heimsstjørnuna Jason Derulo, hava selt út stór konsertstøð uppá fáar minuttir og framført til handanina av Friðarheiðursløn Nobel’s. Sangur teirra ‘Elektrisk er tann mest stroymdi norski sangurin nakrantíð, og hevur hetta ført við sær, at teir hava fjepparar kring allan heim – bæði børn, ung og vaksin. 

Teir hava hava seinastu 10 árini verið á konsertferð kring alt Evropa, og nú koma teir til Føroya, í Høllina á Hálsi 28. septembur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2024

30 Leygardagur 15. juni 2024

All stars lið til Voxbotn mannað

Sjey menn og ein kvinna syngja fyri, tá lagt verður upp til felagssang á Voxbotn

Eyðun Nolsøe á Voxbotn í fjør (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Festivalurin Voxbotn, sum verður í Vágsbotni í Havn 29. juni leggur seg eisini eftir at bjóða gestunum eina sangløtu at syngja kendar sangir saman.

- Eitt tað besta er, tá føroyingarnir syngja føroysku hittini, sum vit øll kenna. Tí hava vit sjálvsagt savnað eitt All Star toymi, ið kemur at skapa eina fantastiska løtu saman við okkum, skrivar Voxbotn, nú nøvn verða sett á sangararnar, sum koma at syngja á hesum sokallaða All Stars tiltakinum.

Tað verður eitt húsorkestur, sum spælir undir. Trummusláarin Henning Nicodemussen er oddamaður í orkestrinum og við sær hevur hann Kristoffer Mørkere á bass, Magna Húsgarð á ljómborðum, Paula Reinert á guitar og Lailu Carlsen og Maluna Eyðunsdóttir á kór.

Sangararnir á tiltakinum verða lýstir soleiðis: 

Eyðun Nolsøe

The one, the only, the legend – Eyðun Nolsøe verður sjálvandi við til syngið við løtuna.

Eingin veitsla uttan Eyðun Nolsøe. Hann kann sum fáur fáa fjøldina at syngja við til øll tey stóru hittini frá Frændur tíðini, sum byrjaði fyrst í 1980’unum og hvørs sangir nærum hava verið folkaogn líka síðan. Nú mugu vit smyrja stemmubondini og vera klár at syngja við til løg sum “Mítt Land, 80’ini, Eros, Uttanumtos, Ikaros.., ja øll hittini, ið vit eru vaksin upp við. 

[object Object]

Niklas Heri 

Vit ynskja at geva tykkum eitt kvøld fylt av gleði, dansi, sangi og góðum løtum, og tí hava vit tryggjað okkum, at Niklas Heri verður við. 

Tað munnu vera flestu føroyingar ið duga at syngja við til løgini “Lat meg vera, Pápi tín býr ei í Tórshavn, Ein vátur og kaldur drongur, Omman við Gjógv, Rudolf, Til allar kvinnur, Hví gongur Tom altíð skid, Frensurin hjá Óla og ikki minst “Grøv nr 13.

So veit man, at tað verður lív í! Niklas Heri, undirhaldarin av øllum, verður sjálvsagt við til megnar syngið við løtuna á Voxbotn. 

[object Object]

Torkil Johannesen

Frammanfyri speglinum, har tú vilt vera stjørnan, tralala. Hetta verður forkunnugt – Torkil Johannesen verður eisini við til syngið við løtuna á Voxbotn 2024.  Hann hevur fortíð í bólkum sum Terji & Føstufressar, Musketerarnir og Absurdy Fair, men tað var við bólkinum Plúmm á Ung 85 plátuni, at Torkil veruliga gjørdist stjørnan, við ljósu songrøddini í lagnum “Stjørnuskot”. Í fleiri áratíggju hevur Torkil vunnið hjørtu, og tað fer hann væntandi eisini at gera á Voxbotn 2024. Hetta verður uttan iva eitt hæddarpunkt, og vit gleða okkum.

[object Object]

Birgir frá I Am 

Hvussu heppin eru vit líka! Hendan løtan verður fantastisk og nú kunnu vit avdúka, at Birgir frá gospelbólkinum I Am eisini verður við til syngið við løtuna á Voxbotn. Øll tey bestu á einum stað – Vit gleða okkum! Serliga kenna vit Birgir frá lagnum “Alla Leiðmen tónleikabólkurin úr Klaksvík hevur verið kendur síðani gamlar dagar J

Teir settu met í sendingini Fimtan Teir Bestu við at liggja ovast í óteljandi vikur, teir luttóku í  Prix Føroyar í 1999, og teir hava verið at hoyrt í amerikonskum útvarpi. Tað verður tí sera forkunnugt at hoyra Birgir mitt í Havn 29.juni 2024.

[object Object]

Elin frá Nalja

Ein megnar kvinna! Elin Heinesen er kvinnan handan fleiri løg, ið flestu føroyingar duga at syngja við til. Vit kenna løgini hjá Nalja – “Åh, tann deiliga Havn og “Sjeikurin, sum væntandi fara at runga í Vágsbotni og geva okkum eina heilt serliga syngið við løtu.

Elin er serliga kend fyri sína tíð í bólkinum Nalja, men hevur sum einstaklingur givið út óteljandi løg. Serliga lagið “Eitt dýpi av dýrari tíð, sum Elin hevur gjørt lag til og syngur, er vorðin sonn fólkaogn. 

Hetta verður eitt hæddarpunkt. Smyrjið stemmubondini, strammið skógvarnar og latið tykkum í tykkara besta jakka – vit eru klár.

[object Object]

Danny frá Danny And the Veetos

Allright, Danny verður við! Danny gjørdist kendur frá Danny and The Veetos, og hava teir gjørt risahittið “Sunnukvøld í Maiog “Allright sum veruliga gjørdu teir heimskendar í Føroyum JDanny droymir stórt - hann hevur javnan konsertir uttanlands, skrivar egnan tónleik, hevur samband við plátufeløg og droymir um at røkka tindarnar. Hann megnar sum fá at skapa samband við áhoyrarafjøldina, og skrivar hann løg, ið flestu føroyingar taka til sín og duga at syngja við til. Tí eru vit ikki í iva um, at Havnin fer at kóka hesa løtuna, tá Danny trínir á pall. Vit gleða okkum.

[object Object]

Anfinn frá Anfinn og Co

Hetta verður møguliga nakað av tí allar festligasta á ársins Voxbotn! Anfinn hevur fleiri fløgur á baki og er maðurin handan løgini “Gubbi og eg, Í Skúri, Summar, Sirkus Tinganes, Mítt hjarta pumpar fyri tær og “Ein Glavir Havnamavir, fyri at nevna nøkur fá. Fyristillið tykkum hesi løgini, saman við einari tættpakkaðari áhoyrarafjøld, í hugnaligum umhvørvi – tað verður ein uppliving! 

Okkara hjørtu fara uttan iva at pumpa hesa forkunnugu løtuna, tá Anfinn trínir á pall. 

[object Object]

Jón Jacobsen úr Grandmas Basement

So er enn eitt navn komið á plakatina! Tað er enn ein úr Klaksvík, bólkurin spælir festligan rokk, teir fáa altíð lív í fjøldina og vit duga øll at syngja við til lagið “Hon Fær Ongantíð Nokk. Navnið er Grandmas Basement og vit hava fingið forsangaran Jón Jacobsen við á All Star toymið.

Hesin harrin fær altíð lív í fjøldina, hann er so orkufyltur, at tað smittar av á øll rundan um. Vit ivast ikki í, at tað fer at kóka tá Jón trínir á pallin.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2024

31 Leygardagur 15. juni 2024

Jokeren á Voxbotn

Danski rapparin við føroyskum ættarbondum verður at hoyra í Vágsbotni 29. juni

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Danski rapparin, Jokeren, verður at hoyra á Voxbotn 29. juni.

Tað boða fyriskiparar frá í tíðindaskrivi.

– Jesper Dahl er maðurin handan listanavnið Jokeren. Hann er útbúgvin lærari, føddur í 1973, og hevur ein feril av Føroyum í sær. Vit kenna hann sum rappara – ja, møguliga ein av teimum bestu í Danmark.

– Hann er kendur fyri sínar beinraknu rapptekstir, og serliga hátt at rappa uppá. Hann er ikki typiski rapparin, sum er vaksin upp í einari ghetto og rappar um torføra fortíð, men voksin upp í einum heimi við klaveri og saman við eini hampafamilju. Hann er trúgvandi maður og hevur eisini rappað og framført sálmar, so hann má sigast vera spennandi tónleikari. Hann hevur havt leiklut í filmum, verið í ymsum tónleikabólkum og byrjaði í 2003 sína yrkisleið sum solistur. Hann hevur givið út fleiri útgávur og eisini vunnið fleiri tónleikaheiðurslønir.

– Eftirnavnið Dahl, er runnið av Dahl ættini úr Vági. Abbin var Hans Jacob Dahl, sáli, og er Jesper voksin upp við føroyska samleikanum, har føroyskur matur javnan var á døgurðaborðinum. Tí verður tað sera spennandi at fáa hann heim til Føroya, mitt í býin í Havn at framføra stóru hitt hansara.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2024

32 Leygardagur 15. juni 2024

Okkara Land latið 30.000 krónur til Barnabata

Partur av atgongumerkjasøluni hjá Okkara Land fór til Barnabata

Maria J. Joensen, samskipari á 116111 Tú & eg ráðgevingini, og Dan Joensen, fyriskipari av Okkara Land
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Okkara Land, sum var í Marknagili 1. juni, hevur nú latið Barnabata stuðul.

Dan Joensen, fyriskipari av konsertdegnum, handaði Mariu J. Joensen, samskipara á 116111 Tú & eg ráðgevingini, kekkin áljóðandi 30.000 krónur hósdagin.

Upphæddin er partur av atgongumerkjasøluni hjá konsertdegnum.

- Vit í Barnabata takka hjartaliga fyri flottu gávuna frá Okkara Land. Gávan verður ein liður í arbeiðinum at menna 116111 Tú & Eg ráðgevingina, sum er ein ráðgeving, har børn og ung kunnu venda sær við ymiskum spurningum og ivamálum, ella hava tørv á onkrum at tosa við, sigur Maria J. Joensen frá Barnabata.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Hetta er fyrsta árið at skipað var fyri Okkara Land, og talan er um ein "Syngið við konsertdag" við 18 ára aldursmarki.

- Vit fegnast um at lata Barnabata hendan stuðulin og gleðast um at stuðulin kann hjálpa børnum og ungum, sigur Dan Joensen, fyriskipari.

Okkara Land var 1. juni, og hóast illfýsið veður og verkfall, riggaði dagurin sum heild væl.

Dan Joensen sigur, at ætlanin er at skipa fyri Okkara Land aftur næsta ár, og tað verður væntandi um somu tíð - um mánaðarskiftið mai/juni.

Sí eisini: Myndir frá Okkara Land 2024

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2024

33 Leygardagur 15. juni 2024

Súlukongur sæddur við Ísland

Óvanligt at síggja hetta fuglaslagið á norðaru jarðarhálvuni

(Mynd: wikipedia.org)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein stórur másafuglur av albatros-slagi var um dagarnar sæddur út fyri Vestfirðum í Íslandi.

Hetta er bert triðju ferð, at hetta fuglaslagið, sum á føroyskum kallast súlukongur, er sætt í Íslandi. Í 1966 og 1968 var ein sæddur við Vestmannaoyggjar, og í 2018 og 2019 sást ein súlukongur – íslendingar rópa fuglin svaltrosi – sæddur við Faxaflóa, skrivar ruv.is.

Ein filmur av sjáldsama gestinum er at síggja undir hesi greinini á RÚV.

Tað vóru mykinesfólk, sum góvu hesum fuglinum navnið súlukongur. Í 1800-talinum búleikaðist ein fuglur av hesum slagnum í heili 34 ár millum súlurnar í Mykineshólmi. Súlukongurin doyði av einum byrsuskoti hin 11. mai 1894.

Fyrr í ár gjørdi Magni Arge eina ljóðmynd um sjáldsama gestin í Mykineshólmi. Ljóðmyndin “Súlukongurin í Mykinesi” varð send dýra biðidag.

Hoyr sendingina her: Súlukongurin í Mykinesi

Sambært Wikipedia sóu mykinesfólk aftur ein súlukong í 2019. Møguliga hevur tað verið tann sami, sum íslendingar sóu tá.

Súlukongur er rættiliga nógv størri enn súla. Veingjabreiðið er um tveir metrar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2024

34 Leygardagur 15. juni 2024

Varðhaldsfongslaður fyri at sláa Mette Frederiksen

Maðurin, sum varð skuldsettur fyri at hava sligið donsku forsætisráðkvinnuna, noktar seg sekan

Mette Frederiksen (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein 39 ára gamal maður, ið er skuldsettur fyri at hava sligið donsku forsætisráðkvinnuna Mette Frederiksen, er varðhaldsfongslaður fram til 20. juni.

Undir grundlógaravhoyringini leygardagin noktaði hann seg sekan. Sambært løgregluni tyktiskt hann ávirkaður av bæði rúsevnum og rúsdrekka, tá hann fríggjadagin sló Mette Frederiksen á Kultorvet í Keypmannahavn.

Maðurin er polskur ríkisborgari, ið hevur verið í Danmark síðan 2019, skrivar Ritzau.

Sambært dómaranum vóru ábendingar um, at maðurin visti, hvør Mette Frederiksen var, og tí er talan um harðskap móti persóni í almennari tænastu.

Málið fekk umrøðu í fleiri altjóða miðlum, og fleiri útlendskir politikarir hava eisini viðmerkt hendingina.

Finski forsætisráðharrin, Petteri Orpo sigur m.a, at hann fordømir øll sløg av harðskapi móti demokratiskt valdum leiðarum í einum frælsum samfelagi.

Sambært svenska forsætisráðharranum, Ulf Kristersson, er "eitt álop á ein demokratiskt valdan leiðara eisini eitt álop á okkara fólkaræði".

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini sigur, at hon er skelkað, og at "hendan andstyggiliga hendingin fer ímóti øllum, sum vit trúgva og stríðast fyri í Evropa".

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2024

35 Leygardagur 15. juni 2024

Ursula kann helst halda fram sum ES-nevndarforkvinna

Miðflokkarnir fingu eitt gott val til ES-tingið sunnudagin

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Miðflokkarnir í ES-tinginum, sum skipa seg í valbólkinum European People’s Party, EEP, gjørdust vinnarar av valinum til ES-tingið sunnudagin. Hetta staðfesti fremsta valevnið hjá hesi rørsluni, Ursula von der Leyen, sitandi ES-nevndarforkvinna, tá valúrslitið var greitt.

- Vit hava fingið tvey týðandi svar í dag. Í fyrsta lagi, at tað er meiriluti á miðjuni fyri einum sterkum Evropa.

- Men tað er eisini ein sannroynd, at tey víðgongdu til høgru og vinstru í ES-tinginum hava havt framgongd. Tí gevur úrslitið á valinum okkum í miðjuni eina stóra uppgávu til tess at arbeiða fyri støðufesti og trygd í Evropa, segði Ursula von der Leyen, sambært Ritzau.

Hon gjørdi samstundis greitt, at hon, við úrslitinum, kann halda fram sum forkvinna í ES-nevndini.

- Eg veit, at tað liggja stórar uppgávur fyri framman. Men eri til reiðar og síggi fram móti einum nýggjum valskeiði á odda fyri ES-nevndini, segði Ursula von der Leyen.

Valúrslitið vísti, at bólkurin hjá von der Leyen, EEP-bólkurin, stendur til at fáa 189 av teimum 720 sessunum í ES-tinginum.

Sosialdemokratiski bólkurin stendur til at gerast næststørstur og liberali Renew-bólkurin stendur til at gerast triðstørstur.

Sosialdemokratisku flokkarnir síggja út til at hava havt eitt gott ES-val við sigrum í fleiri evropeiskum londum. Í Danmark var tó talan um eitt vánaligt val, faktisk tað vánaligasta hjá danska Sosialdemokratínum nakrantíð til ES-valið, skriva danskir miðlar.

Renew-bólkurin, sum fekk eitt gott val í 2019, stendur til at fáa eitt vánaligt val hesaferð. Og tað er enn ógreitt um triðstørsti valbólkurin í ES-tinginum fer at stuðla von der Leyen at verða afturvald til ES-nevndarforkvinnu, skrivar Ritzau.

Hinvegin kann hon rokna við stuðuli frá teimum Grønu, sum eisini gingu aftur á valinum í gjár. Bas Eickhout úr Niðurlondum, sum er eitt av oddafólkunum í grøna valbólkinum segði í gjár, at úrslitið av valinum eigur at virðast, tá tað skal veljast nýtt forfólk til ES-nevndina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2024

36 Leygardagur 15. juni 2024

Emmanuel Macron útskrivar val í Fraklandi

Orsakað av serdeilis vánaligum úrslitum hjá miðjusøkjandi flokki hansara, Renaissance, hevur forsetin útskrivað val til 30. juni

Franski forsætisráðharrin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Áron Vest

Fraklendingar skulu til atkvøðulúkurnar 30. juni. Hetta kemur eftir at flokkurin hjá franska forsetanum, fekk sera stóra afturgongd í ES-valinum sunnudagin. 

Fleiri miðlar skriva, at hansara størsta mótstøðufólk, Marine Le Pen, og flokkurin Rassemblement National, standa til størstu framgongdina, skrivar AFP tíðindastovan. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2024

37 Leygardagur 15. juni 2024

Sev og Minesto dagføra og endurnýggja keypsavtalu

Avtalan, sum upprunaliga varð gjørd í 2020, er endurnýggjað við gildi tey komandi tvey árini, eftir at orkumyndugleikin hevur góðkent avtaluna

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Prísavtalan millum Minesto og Sev er endurnýggjað og dagførd.

Prísstøðið er dagført fyri at avspegla virðismetingina av sjóvarfalsorku í framtíðar orkusamansetingini í Føroyum.

Avtalan, sum upprunaliga varð gjørd í 2020, er endurnýggjað við gildi tey komandi tvey árini, eftir at orkumyndugleikin hevur góðkent avtaluna.

Avtalan umfatar elframleiðsluna frá trimum orkuverkum í Vestmannasundi og er framhald av fyrstu avtaluni av sínum slag, har orka frá serstøku tøknini hjá Minesto verður keypt.

- Dagførda prísavtalan er á einum støði, sum undirstrikar virðið av sjóvarfalsorku í føroysku orkusamansetingini, sigur Martin Edlund, stjóri í Minesto.

- Vit eru fegin um at endurnýggja keypsavtaluna, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá Sev.

- Vit vóna, at sjóvarfalsorka fer at kunna spæla ein týðandi leiklut í føroysku orkusamansetingini og í okkara stremban eftir at náa 100% burðardyggari elframleiðslu í 2030.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2024

38 Leygardagur 15. juni 2024

Elframleiðslan 60 prosent grøn fyrstu fimm mánaðirnar

Eftirspurningurin eftir elorku er øktur 5,14 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tó skarar mai mánaði burturúr við tað, at eftirspurningurin minkaði 1,2 prosent fyri alt landið og 15 prosent í Suðuroy

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

- Tað er sjálvsagt ilt at siga við vissu, hvør orsøkin er, men eg vænti, at verkfallið og harvið niðursetta virksemið hevði ávirkan á eftirspurningin eftir elorku í mai, sigur Heri Mortensen, deildarleiðari fyri framleiðsluna hjá Sev.

Fyrstu fimm mánaðirnar í ár hevur elframleiðslan verið 60 prosent burðardygg í mun til 56 prosent sama tíðarskeið í fjør. Vit sóu eina øking í úrtøkuni av vatnorku eins væl og vindorku. Vatnorkan gav 8 prosent meira, t.e. 55GWt í mun til 51 GWt í fjør, meðan úrtøkan úr vindorku royndist væl betur í ár enn í fjør.

Vindorkuframleiðslan fram til 31. mai í ár gav 60 GWt í mun til góðar 52 GWt somu tíð í fjør, ella 15 prosent meira. Tað er serliga í meginøkinum, at økingin í vindorkuframleiðsluni sæst. Har er økingin 17 prosent, og eru tað battarískipan og synkronkompensatorin, sum gera munin og tryggja, at meira fæst til høldar av vindorkuni í meginøkinum.

Tilsamans hava vind- og vatnorka staðið fyri 115 GWt í mun til 102 GWt í fjør. Tað merkir eisini, at framleiðslan úr olju er minkað 4,3 prosent, 80 GWt í mun til góðar 83 Gwt í 2023, svarandi til eina oljusparing á uml. 700 tons.

Veðrið hevur verið gott í mai, og hetta sæst í elframleiðsluni. Varandi orkukeldurnar komu upp á 25 prosent, meðan Sundsverkið og Vágsverkið stóðu fyri 75 prosentum av orkuframleiðsluni.

Hetta er ikki óvanligt fyri mai. Seinastu fimm árini hevur grøni parturin av framleiðsluni ligið millum 21 og 28 prosent, uttan í fjør, tá grøni parturin var heili 50 prosent.

Sólorkuframleiðslan í mai í ár var 27,4 MWt, sum svarar til mánaðarnýtsluna hjá uml. 65 húsarhaldum.

Kelda: SEV


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2024

39 Leygardagur 15. juni 2024

Fyrsti streymurin frá vindmylnulund í Hetlandi á netið

Í vikuni fór fyrsti streymurin frá fyrstu av teimum 103 vindmyllunum í Hetlandi út á netið

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta hendir um somu tíð sum seinasta hond verður løgd á ein elkaðal, sum verður lagdur millum Hetland og skotska meginlandið. Hesin sjókaðalin er 260 kilometrar langur og fer at gera tað møguligt at flyta streym báðar vegir, soleiðis at Hetland við hesi orkuútbygging kann útflyta tann nógva yvirskotsstreymin, sum verður frá teimum 103 vindmyllunum, ið hava eina framleiðsluorku uppá 443 MW.

Hon verður harvið tann vindmylnuverkætlanin, sum fer at framleiða mest streym frá vindmyllum á landi í øllum Bretlandi. 

[object Object]

Væntandi verða hesar báðar kolveltandi orkuverkætlanirnar veruleiki í summar. Viking vindmylnulundum fer at kunna framleiða streym, sum svarar til tað, sum hálv millión húsarhald brúka árliga og við streymkaðalinum (HVDC, high voltage direct current) millum oyggjarnar og meginlandið ber til at útflyta elorku úr Hetlandi, tá yvirskot er og innflyta streym úr Skotlandi, tá undirskot er á netinum.

Men ikki nokk við hesum eina kaðalinum, tí í løtuni verður arbeitt við enn eini kaðalsverkætlan, har miðjað verður ímóti at leggja enn ein streymkaðal á havbotnin millum Skotland og Hetland. 

[object Object]

Tað eru ikki minst sera góðu vindviðurskiftini í Hetlandi, sum eru orsøkin til, at so stórar íløgur verða gjørdar í framleiðsluna av vindorku og flutningi av streyminum. 

- Hetta er ein varði í okkara orkusøgu og eitt týðandi stig fram móti reinari, tryggari og heimagjørdari orku fyri bæði Hetland, Skotland og Bretland sigur Heather Donald, stjóri í SSE Renewables, fyritøkani, sum stendur fyri vindmylnuverkætlanini í Hetlandi.

Og eisini stjórin fyri streymkaðalinum John Scott frá SSEN Transmission sigur, at nýggi streymkaðalin fer at fáa alstóran týdning fyri hetlendska samfelagið. 

Tað hava annars verið nógvar avbjóðingar undir arbeiðinum at seta tær mongu vindmyllurnar upp. Eitt nú hevur ringt veður verið ein forðing eins og mótstøða frá lokalu íbúgvunum eisini hevur sett kílar í verkætlanina. Leingi vóru íbúgvar ímóti verkætlanini, tí teir mettu ikki, at hon fór at geva tað búskaparliga íkastið til oyggjasamfelagið, sum lagt varð upp til. Hóast hesar mongu forðingar verður skjótt rokkið á mál. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2024

40 Leygardagur 15. juni 2024

Høgni og Andrias nú elitudómarar

Hetta merkir, at Høgni og Andrias Fríðuson Gaard koma at verða partur bólkinum av fremstu dómarum í Danmark, og skulu í fyrstu atløgu døma í 1. deild

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Brøðurnir Høgni og Andrias Fríðuson Gaard verða komandi kappingarár elitudómarar í Danmark. Hetta merkir, at teir koma at verða partur bólkinum av fremstu dómarum í Danmark og skulu í fyrstu atløgu døma í 1. deild.

Elitudómarar í Danmark eru dómarar, sum døma í liga og í 1. deild og annars eru saman sum bólkur til skeið, testir og samlingar av ymsum slag.

Høgni og Andrias eru báðir lesandi í Keypmannahavn, og hava dømt nógv í 2. deild, nakað í fyrstu deild, men eru nú ryktir upp, eftir at hava fingið góð skoðsmál fyri kappingarárið 2023/24.

Høgni og Andrias døma eisini altjóða fyri Føroyar, har teir hava verið partur av Young Referees Programme hjá EHF, har teir hava dømt altjóða kappingar í Svøríki, Montenegro og Ungarn seinastu trý árini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2024

41 Leygardagur 15. juni 2024

Hesar fara til European Open

Skulu spæla móti Kroatia, Noregi, Íslandi og Litava í innleiðandi bólkinum í Gøteborg

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Venjararnir hjá U16 landsliðnum fyri gentur í hondbólti, David Edvardsen og Tróndur Kragesteen, hava úttikið tær 16, sum vera við til European Cup kappingina í Gøteborg í Svøríki í døgunum 1. til 5. juli.

Málverjar:
Bára Vatnhamar, H71
Bjørk Germaine Jákupsdóttir, Neistin

Útileikarar:
Lý Dávadóttir Magnussen, VÍF
Anna Katrina Poulsen, StÍF
Amilia Agnarsdóttir, VÍF
Solveig Guðmundsdóttir Ripley, H71
Halla Haldansen, VÍF
Bára Holm í Innistovu, VÍF
Dinna Lamhauge, Tjaldur
Anna á Borg, H71
Vár Leo Mortansdóttir, Neistin
Bjørk Mariusardóttir, StÍF
Emily Andresen, Kyndil
Arina Høgnadóttir Wang, Neistin
Elinborg Kunoy, VÍF
Sára Thorleifsson, VÍF

20 lond eru við í kappingini, og leikt verður í fýra bólkum við fimm liðum í hvørjum bólki. Bólkabýtið sær soleiðis út:

Føroyar spæla í bólki B har hini londini eru Kroatia, Noreg, Ísland og Litava. Nummar eitt og tvey í hvørjum bólki koma víðari til A-endaspælið, og spæla um plássini 1 til 8. Liðini, sum enda nummar 4, 5 og 6 spæla B-endaspæl um plássini 9 til 20, skrivar Hondbóltssamband Føroya.

Ovastu sjey liðini í kappingini vinna pláss í 2025 European Youth Olympics í Skopje Norðurmakedonia.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2024

42 Leygardagur 15. juni 2024

Landsliðsspælari vendir heim

Helgi Hildarsson Hoydal kemur heim til H71 aftur at spæla og at vera ungdómsvenjari eftir fleiri ár í Danmark og Noregi

Helgi Hildarson Hoydal og Djóni Gaard Joensen, venjari og ítróttarstjóri í H71 (Mynd: H71)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Landsliðsleikarin Helgi Hildarsson Hoydal verður at síggja aftur í svørtum og myrkareyðum næsta ár.

28 ára gamli strikuspælarin hevur skrivað undir við barndómsfelagið H71. Hann fer at styrkja um besta manshópin, men umframt tað fer hann at arbeiða sum ungdómsvenjari og hava aðrar samskipandi- og samskiftisuppgávur fyri H71.

[object Object]Helgi Hildarson Hoydal til EM-endaspælið í januar (Mynd: Sverri Egholm)

Helgi Hildarson Hoydal fór av landinum í 2017 at spæla hondbólt. Fyrst var tað til Danmarkar. Seinastu árini hevur hann spælt í Noregi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2024

43 Leygardagur 15. juni 2024

Barcelona setti Kiel so dyggiliga uppá pláss

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel fingu lítið at sita í stórtapinum í CHL-hálvfinaluni. Emil Nielsen og verjan hjá Barcelona tóku broddin av spælinum, og munurin varð 12 mál

Ein ógvuliga vónbrotin Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum skoraði eitt mál móti Barcelona. Hann og liðfelagarnir fingu ikki tingini at handga saman móti sponsku meistarunum (Skíggjamynd: Handball-kanalen.tv)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Köln, Týskland (Portalurin): Kiel fekk slett ikki spælið at koyra fyrstu minuttirnar í hálvfinaluni, og skjótt var 1-4. Harav vóru tvey mál, har Barcelona revsaði stór mistøk við kontaálopinum. Næstu fimm minuttirnar sat Kiel tó á. Fyrst tók Elias Ellefsen Skipagøtu sakina í egnar hendur, og minkaði til 2-4 við góðum máli, og síðani kom verjan eisini í gongd.

THW Kiel legði seg á odda 5-4, beint sum klokkan vísti 10.00, men hetta var einastu ferð í dystinum, at týska felagið var á odda. Liðið skoraði bert trý mál seinastu 18 minuttirnar av fyrra hálvleiki, og so var skipið siglt. Tað gjørdist at enda ein eyðmýking fyri Kiel.

Barcelona hevði meira skerpni á øllum økjum. Emil Nielsen vann sum væntað málverjudystin greitt - Perez De Vardas gjørdi eisini sítt ímóti endanum - og verjan frammanfyri málverjarnar gav Kiel høvuðbrýggj so at siga allan vegin. Luis Frade, Jonathan Carlsbogard og hinir vóru stinnir, og tað hjálpti ikki, at tað ofta var stirvið og lætt at lesa hjá Kiel.

[object Object]Emil Nielsen (Mynd: EPA)

Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk møguleikan sum spælskipari frá byrjan. Nummar 71 hevði nakrar góðar atgerðir inn ímillum, men tað bleiv bert tað til ta eina málið. Hann brendi trý skot og hevði tríggjar tekniskar villur. Elias hevði eisini trupulleikar við at vinna nærdystir; mann-mann støður og koma framvið ella hálvt framvið sterku verjuspælarunum hjá Barcelona.

Hagtøl hjá Eliasi:
Mál: 1 (4 skot)
Upplegg:
3
Tekniskar villur: 3
Verjuatgerð, sum førdi til vunnan bólt: 1 

Bakkarnir komu ikki við serliga nógvum og áttu síni mistøk og kiksaðu skot. Emil Nielsen tók eisini broddin av vongum og strikum og tók trý brotskøst. Samanlagt lá danski málverjin beint undir 50 prosentum og 15 skrásettum bjargingum, ið er ógvuliga høgt. Eitt megnar avrik, ið var stórur partur av stórsigrinum.

Sum heild koyrdi spælið hjá týska liðnum tó illa – við og uttan Elias. Hoyvíkingurin varð tikin út í nøkur álop, tá urið nærkaðist tjúgunda minuttinum, men tá bleiv tað verri við rútmuni hjá Kiel. Elias kom inn aftur, trekti álopsfeil móti Dika Mem (góð verjustøða), men gjørdi siðani sjálvur álopsfeil beint fyri steðgin. Hann spældi ikki fyrsta korterið í 2. hálvleiki men spældi síðani dystin út – partvíst á høgra bakki.

Hesa løtuna staðfesti Barcelona klassamunin á degnum. Kiel hevði minkað úr 11-18 til 14-18 við at revsa Barcelona uppá kontra nakrar ferðir. Síðani skrúvaðu katalanar upp aftur og sjálvt við nógvum útskiftingum, syrgdu favorittarnir fyri at tað gjørdist ljótt. Kiel fekk bert fýra mál síðstu 21 minuttirnar av dystinum. Sjálvsrannsakan er helst neyðug í summar, men fyrst skuldi liðið royna at reisa seg eitt sindur í bronsudystinum móti Magdeburg.

22-ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist fyrsti føroyingurin í einum Final Four í Champions League, og hevði millum annað trý upplegg. Tað er eitt sum so stórt fet. Elias hevur tó fleiri menningarøki. Hoyvíkingurin rakti avgjørt ikki sítt toppstig í dag og hevði sum nevnt sínar trupulleikar.

[object Object](Mynd: EPA)

Tað er tó týðiligt, at tað hevur THW Kiel sum heild; serliga um man sammetur við Barcelona, tey sterkastu í Bundesliguni nú og so framvegis. Spælið sær ikki út til at vera sett nóg væl upp. Tað hóskar heldur ikki so væl til Elias, - sum so dánt slapp at spæla okkurt yvirtal í dag. So er tað ein sannroynd, at málverjutoymið hjá liðnum er ov veikt til at vera heilt har frammi. Filip Jicha og felagið hava nógv at hyggja eftir.

Champions League Final Four - hálvfinalur
Lanxess leikhøllin í Köln, leygardagin 8. juni

THW Kiel - Barcelona 18-30 (9-15)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2024

44 Leygardagur 15. juni 2024

Kiel endaði við bronsuni í Champions League

Góður sigur á týsku meistarunum Magdeburg. Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði ein heilt lítlan leiklut í dystinum

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur havt nógvar góðar Champions League-dystir í ár, men hetta gjørdist ikki heilt hansara vikuskifti. Tó kann føroyingurin fegnast nakað um uppreisn hjá liðnum og bronsuheiðursmerki (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Köln, Týskland (Portalurin): Kiel var fyri stórum ósigri fyri Barcelona leygardagin í hálvfinaluni, men sunnudagin vórðu favorittarnir úr Magdeburg koppaðir. Fyrri hálvleikur var ógvuliga sterkur, har Kiel so at siga avgjørdi alt.

Elias Ellefsen á Skipagøtu byrjaði ikki inni, og føroyingurin kom ikki inn, fyrrenn tólv minuttir vóru eftir. Tá var Magdeburg byrjað at nærkast aftur. Í tveimum álopum fekk Elias ferð í spælið. Magnus Landon skoraði uppá tað fyrra, og í tí seinna vann nummar 71 eitt brotskast og trekti eina útvísing. Niklas Ekberg brendi tó brotskastið. Nakrar minuttir seinni kom føroyski spælskiparin inn aftur, har hann hevði eitt blokerað skot og eina ógvuliga góða returrenning.

At Elias á Skipagøtu bert spældi nøkur fá álop í bronsudystinum hongur saman við flottu gongdini til nakað inn í 2. hálvleik. Kiel fekk eina flúgvandi byrjan, og var á odda við trimum málum tríggjar ferðir innan fyrstu tíggju minuttirnar. Munurin gjørdist so at siga bara størri, sum hálvleikurin leið.

Tá tjúgu minuttir vóru spældir, økti vælspælandi veturanurin Domagoj Duvnjak, ið var sterkur í verjuni, til 16-9 í kontraálopi. Hetta var fyrstu ferð, at tað var pluss sjey til Kiel. Nakrar minuttir seinni økti Eric Johansson til pluss átta (18-10). So tók Bennet Wiegert sítt seinna leikbrá í hálvleikinum og fór til sjey ímóti seks í álopinum.

Hetta hjálpti Magdeburg nakað. Serliga við at koma til fleiri stórar møguleikar. Tað hjálpti tó ikki verjuni, har saknurin í útvísta Christian O'Sullivan var stórur. Norski liðformaðurin fekk eisini beinleiðis reytt kort í gjár fyri harðliga takkling. Munurin í steðginum var níggju mál. Magdeburg hekk betri saman eftir steðgin, og kom tvær ferðir niður á minus trý. Nakrar bjargingar hjálptu, og spælið hjá Kiel var meira stirvið.

Tað var so at siga alt, ið eydnaðist betri hjá Kiel í dag sammett við dagin fyri. Verjan var sum heild sterk, og Thomas Mrvka í málinum stóð væl. Bjargingar vantaðu allan dystin í gjár; kekkin hjá Kiel hevði níggju bjargingar í fyrra hálvleiki og samanlagt 15. Harav nakrar stórbjargingar og tríggjar uppá brotskøst.

Í álopinum gekk sum smurt at koma til góðar skotmøguleikar fyrstu 35 minuttirnar. Bakkarnir spældu og skutu væl í fyrra hálvleiki, tá tað serliga var eldur í Eric Johansson. 23-ára gamli sviin varð toppskjútti við sjey málum. Vengurnir vóru eisini ógvuliga tryggir. Eingin Emil Nielsen var at taka broddin av teimum. Magnus Landin og Niklas Ekberg brendu ikki nakað skot av vonginum og skoraðu seks hvør. Ekberg brendi sum nevnt eitt brotskast men endaði sína tíð í Kiel væl. Hann fer nú heim til barndómsfelagið Ystad.

[object Object](Skíggjamynd: Handball-kanalen.tv)

Tað ger hann við einum Champions League bronsuheiðursmerki. Eitt slíkt hevur Elias Ellefsen á Skipagøtu nú eisini. Ein áminning um, at hann til tíðir hevur staðið seg heilt væl í størstu kappingini í 2023/2024.

Komandi kappingarár sleppur Kiel ikki at spæla í henni, ti endastøðan í Bundesliguni ikki var nóg góð. Tað var avrikið langt frá heldur ikki, og tí svíða nøkur ting helst hjá 22-ára gamla spælskiparanum beint nú.

Final Four (bronsudystur)
Sunnudagin 9. juni, í Lanxess Arena
THW Kiel - Magdeburg 32-28 (23-14)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2024

45 Leygardagur 15. juni 2024

Foreldur Eliasar: - Tað kitlar eitt sindur meira í búkinum í dag

Tey vóru sjálvandi spent, nú sonurin skuldi spæla Final Four. Jens á Skipagøtu og Gunn Ellefsen seta orð á, hvussu kenslan og vónirnar eru, og hví og Elias og føroyskur hondbóltur eru komin so mikið langt

Jens á Skipagøtu og Gunn Ellefsen, við synunum Boas og Róa. Tey hava áður verið til Final Four við synunum - nú spældi tann elsti her við Kiel, sum leygarkvøldið skuldi royna seg móti Barcelona (Mynd: Høgni Pætursson)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Köln, Týskland (Portalurin):  Ein rúgva av hondbóltsfjepparum sóust í gøtunum í góðveðrinum henda dagin. Í Magdeburg-blusum, Aaalborg-blusum, Barcelona-blusum og nógv í Kiel-blusum; eisini við nummar 71 og Á Skipagøtu á rygginum.

Nógvir føroyingar vóru í býnum, og í øllum førum tríggir høvdu eina Kiel-blusu hjá føroyska umboðnum. Tað vóru pápi Elias Ellefsen á Skipagøtu og yngru beiggjar hansara. Vit spurdu Jens á Skipagøtu, sum hevur verið til Final Four nakrar ferðir við millum annað dreingjunum, um tað ikki er nógv øðrvísi nú, tá sonurin skal spæla so stórar dystir.

- Ja, eg vil siga, at tað kitlar eitt sindur meiri í búkinum hesaferð, enn tað hevur tá vit hava verið her áður. Men tað er eisini nokkso serligt, at vit hava verið her við dreingjunum, og teir hava gingið og runnið runt í Kiel-blusum, og nú skal Elias sjálvur spæla.

Gunn Ellefsen hevði ikki nakra Kiel-blusu. Mamma spælskiparan hjá Kiel, og forkvinnan í Hondbóltssambandinum, roynir at hava ís í búkinum 

-  Haldi ikki, at eg eri minni rólig nú, enn tá ið landsliðið skal spæla. Tað er sjálvandi spennandi á ein annan hátt. Hetta er ordiliga skeg, men eg eri nokkso rólig.

- Í eina tíð hevur man snakkað um, at føroyskur hondbóltur er á veg fram, og at Elias kann jú koma heilt langt. Er tað framvegis heldur óveruleikakent á degnum har ein føroyingur skal spæla Champions League-hálvfinalu?

Gunn: - Ja, tað er tað heilt sikkurt. Vit vóru og vitjaðu hann á hotellinum í gjár, og so sær man jú, at hann er ímillum allar teir, sum vit annars hava sæð og, tú veit, eru teir bestu í heiminum í løtuni. Tað er sjálvandi ordiliga stuttligt.

[object Object]
Gunn Ellefsen, mamma Elias og forkvinna í Hondbóltssambandinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Jens á Skipagøtu fevnir Róa á Skipagøtu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jens og Gunn, sum hava verið virkin innan føroyskan hondbólt leingi, hugleiddu eisini um, hvat tað er eitt úrslit av, at føroyingar nú eru við í fremstu røð, og at Elias stendur her í dag.

Jens: - Fyrst av øllum haldi eg, at tað kemur av einum ótrúliga góðum hondbóltsumhvørvi. Hjá Eliasi er tað sjálvandi í Hoyvík gjøgnum barnaárini hjá honum, og vit síggja eisini nú, at tað koma fleiri leikarar kring í feløgunum. Tað hevði ikki komið, um tað ikki var eitt gott umhvørvið rundan um, sum stuðlaði uppundir: Bæði tað at tú kanst hava stórar dreymar, og vilt venja nógv, men eisini tað at hava ein góðan felagskap

Gunn: - Júst teir í árganginum hjá Eliasi hava verið ídnir við venjing og eisini verið hepnir við at hava nógv foreldur, sum eisini hava verið íðin. Samstundis byrjaðu feløgini og HSF at gera meira: Uttan øll tey sjálvbodnu rundanum, høvdu teir ikki verið komnir so langt; líkmikið hvussu dugnaligir teir eru. Tað er umráðandi, at at man er eyðmjúkur og veit, at man er ein lítil partur av onkrum nógv størri. Spælararnir eiga avgjørt sín heiður, men tað er eitt samlað avrik, ið stendur aftanfyri framgongdina. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2024

46 Leygardagur 15. juni 2024

Ekberg: - Elias sær ting sum aðrir ikki síggja

Niklas Ekberg spældi sunnudagin sín síðsta dyst fyri THW Kiel, og fegnast sviin um gott punktum. Í samrøðu við Portalin setur hann orð á sveiggini, sín nú fyrrverandi føroyska liðfelaga, og at hann ætlar at taka svenska meistaraheitið frá Óla Mittún

- Vit skuldu vísa, hvørjir vit veruliga eru móti Magdeburg, staðfestir 35-ára gamli Niklas Ekberg fyri Portalinum - hetta eftir sín seinasta dyst í THW Kiel (Mynd: EHF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Köln, Týskland (Portalurin): - Tað var stuttligari í dag.

Hetta staðfesti Niclas Ekberg beinanvegin, tá Portalurin fekk orðið á svian í sonevndu “Mixed Zone” eftir bronsudystin móti Magdeburg sunnudagin.

- Eftir kollapsið leygardagin vildu vit út at vísa, hvat lið vit veruliga eru; hvat felagið stendur fyri. THW Kiel hevur jú verið í heimsoddinum leingi. Móti Barcelona vísa vit als ikki, hvørjir vit eru. Móti Magdeburg koma vit út við einum heilt øðrum hugburði og eru á frá byrjan. Fyri meg var tað ein perfektur endi í felagnum, staðfestir sviin.

Hetta var seinasti dystur í 12. og seinasta kappingarárinum hjá 35-ára gamla vonginum við THW Kiel, og hann skoraði seks mál uppá sjey skot. Niklas Ekberg hevur vunnið alt, sum vinnast kann í felagnum, og var hann toppskjútti hjá liðnum í finaluni og toppskjútti í allari kappingini, tá Kiel seinast vann Champions League (2020). Hann endar við einum bronsuheiðursmerki og lítur aftur á eitt ár við nógvum upp-og niðurtúrum, har tann størsti niðurtúrin var leygarkvøldið móti Barcelona.

- Uff...haldi sveiggini hava verið alt ov stór og hanga nógv saman við tí sinnisliga. Hvussu vit eru áðrenn dystinum og undir dystinum: Um rætta spenningsstigið er har ella ikki. Undir fleiri dystum í ár ov ávirkaðir av mistøkum og mótgongd. Til dømis spæla vit væl eina løtu tíðliga í hálvfinaluni móti Barcelona, men so tekur Emil Nielsen nøkur skot, og vit byrja at hanga. Kropsmálið er ikki gott, og slíkt skal ikki ávirka ov nógv...tað píndi okkum leygarkvøldið, at vit høvdu avrikað so illa, men allir savnaðu seg væl til dystin móti Magdeburg, og tað gjørdi stóran mun.

[object Object]
Elias og hinir fáa bronsuheiðursmerki á gólvinum í Lanxess høllini. - Hann kann nakað serligt og skal verða á tí vegnum, sum hann er á nú og vera tryggur í sær sjálvum, sigur Ekberg um hoyvíkingin 

- Elias finnur øðrvísi loysnir

Vit spurdu eisini Niclas Ekberg, um hvussu hann sær evnini og menningina hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. Teir hava spælt saman seinasta árið, og tann eldri heldur, at føroyingurin bara skal hava tíð og halda á: Evnini eru serlig

- Hann skal bara halda á, sum hann ger. Elias er ein spælari, ið sær ting á vøllinum, sum aðrir ikki síggja og finnir øðrvísi loysnir. Aftur: Sum aðrir spælarar ikki kunnu. Hann skal verða á tí vegnum, sum hann er á nú, og vera tryggur í sær sjálvum – so verður tað heilt gott fyri Elias og Kiel.

- Tað er ongantíð lætt at koma úr tryggum og kendum umstøðum í einum nakað minni felagið til THW, sum er eitt risastórt felag. Her er tað nógv, ið spælir inn - eisini rundanum - og man skal hava tíð at verða tryggur í tí eisini. So kemur spælið nátúrligt. Soleiðis var eisini hjá mær, tá eg kom til Kiel sum ein ungur spælari.

Fer til Ystads IF

Niclas Ekberg endar ikki sína yrkisleið. Royndi høgri vongurin fer at spæla í heimbýi sínum í Svøríki næstu árini. Ystads IF endaði við silvurheiðursmerkjum í fremstu svensku deildini – Óli Mittún og IK Sävehof vóru ov sterkir.

- Ja, eg fari aftur til Ystads fyri at vinna svenska meistaraheitið. Tað er ta gullheiðursmerki, sum mær vantar. Havi verið við at vunnið gull í bæði Danmark og Týsklandi, so eg fari at gera alt fyri at vinna við Ystads eisini, sigur sviin at enda smílandi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2024

47 Leygardagur 15. juni 2024

Mikkel Hansen og Aalborg júst ov stuttir

Barcelona vann ógvuliga tøttu og flottu finaluna. Tað endaði 31-30 og við einum skoti á yvirleggjaran. Barcelona hevur nú vunnið fínasta heiti tólv ferðir

Løtan tá sigurin hjá Barcelona varð staðfestur. Tað var annars nær við, at Mikkel Hansen sendi tað í longda leiktíð í Champions League-finaluni (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Köln, Týskland (Portalurin): Seinasta skotið á yrkisleið sínari fyri eitt felag endaði á yvirleggjaran, tá tíðin var farin. 30-31, men fríkast til Aalborg og seinasti møguleiki. Øll vistu hvør skuldu taka, og so at siga øll tey umleið 20.000 fólkini í fullsettu Lanxess Høllini hildu ondini.

Nummar 24 við hárbandinum slepti bóltinum, og hann var heilt nær við at enda í netinum aftanfyri Emil Nielsen. Hóast møguleikin var lítil, so var hetta ein góð mynd upp á Mikkel Hansen í Champion League: Nær við tað heilt stóra, men tað rakk ikki, tá samanum kom. Mikkel Hansen er ein av teimum heilt stóru í hondbóltssøguni, men tíðin sum spælari í felagshondbólti endaði súrt.

36-ára gamli danin hevur tapt finalu við Barcelona, PSG og nú eisini Aalborg, ið kundi gerast fyrsti dansk vinnarin nakrantíð í kappingini.

[object Object]

[object Object]
Ein av teimum stóru, ið enn hevur eitt OL eftir. Tað fer altíð at standa eftir, at Mikkel Hansen ikki vann Champions League (Myndir: EPA)

Talan var tó um eitt flott vikuskifti hjá Aalborg, ið fyrst koppaði týsku meistarunum Magdeburg og síðani fylgdi Barcelona allan vegin í finaluni.

Barcelona hevði lítla yvirvág í 1. hálvleiki, har Dika Mem gekk á odda fyrstu løtuna. Heldur nógv teknisk mistøk vóru í Aalborg-álopspartinum. Niklas Landin var tó við at halda Aalborg heilt inni - hann hevði fleiri bjargingar enn landsliðsliðfelagin hinumegin. Mikkel Hansen gjørdi eisini sítt: Hann skoraði fleiri góð mál fyri steðgin og samanlagt átta mál - javnsettur toppskjútti við Melvyn Richardson, sum varð kosin mest virðismikli spælarin í kappingini.

Tað var 15-15 í steðginum. Í 2. hálvleiki var talan um nógv brotskøst, har Mikkel Hansen javnaði. Liðini so gott sum skiftust at skora, og Barcelona økti ikki í 2-3 mál, fyrrenn dystarendin nærkaðist. Tá var Emil Nielsen komin væl inn í málið aftur, og álopsspælið fleyt væl. Fraklendingarnir í bakketuni, Mem, Richardsson og N'guessan gingu á odda.

[object Object]
Liðskiparin Dika Mem skoraði sjey mál og lyfti sum tann fyrsti steypið í Köln (Mynd: EPA)

Aalborg svaraði tó aftur. Tvær ferðir seinasta minuttin høvdu donsku meistararnir møguleikan at javna, men Barcelona-verjan var sterk. Tá Stefan Madsen hevði sítt seinasta leikbrá sum Aalborg-venjari vóru tólv sekund eftir. Tað eydnaðist tó ikki at seta tað rætt upp á vøllinum, verjan las tað, og so endaði tað við standandi fríkasti, har møguleikin í prosentum at javna og fáa tað í longda leiktíð var heilt lítil.

Barcelona er langt ovast á listanum yvir heiti í Evropa Cup fyri meistarar/Champions League. Hetta var fyri tólvtu ferð samanlagt og triðju ferð seinastu fýra árini, at Barcelona vann. Antonio Carlos Ortega hevur nú vunnið kappingina átta ferðir, og tað er met. Fyrst sum spælari í Barcelona síðst í 90'ununum og í ár 2000 og nú sum venjari síðstu fýra árini.

[object Object]
Barcelona-spælarar fegnast um tólvta gullið í kappingini (Myndir: EPA)

Final Four - finalan
Sunnudagin 9. juni, í Lanxess Arena
Aalborg - Barcelona 31-30 (15-15)

Toppskjúttar: Mikkel Hansen og Melvyn Richardson - átta mál hvør

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2024

48 Leygardagur 15. juni 2024

Jóhan á Plógv Hansen ikki við í OL-bruttohópinum

Havnarmaðurin umboðaði Danmark til OL fyri trimum árum síðani, men í ár verður høgri vongurin ikki í hópinum. Hans Lindberg og Niklas Kirkeløkke eru báðir valdir frammum

Jóhan á Plógv Hansen til OL í Tokyo. Pláss er tó ikki fyri honum hesaferð (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

27. juli spæla Danmark og Frakland byrjanardystin í hondbóltskappingini í OL. Noreg, Ungarn, Egyptaland og Argentina eru eisini í spennandi bólkinum, har fýra lið koma víðari.

Frakland vann á Danmark í finaluni í Tokyo í 2021. Í finaluni undan tí vann Damark gullið, og Frakland endaði við silvurheiðursmerkjunum.

Jóhan á Plógv Hansen var við til OL í Japan, men havnarmaðurin verður ikki við hesaferð. Hetta er greitt, eftir at Nikolaj Jacobsen í gjár kunngjørdi bruttohópin í vikuni.

Tjúgu spælarar eru á hesum listanum. Bert 14 sleppa við til OL. Talan er um ein ógvuliga sterkan hóp.

Hans Lindberg, hvørs tíð á landsliðnum helst endar nú heilt skjótt, er tann einasti veruliga høgri vongurin í hópinum. Niclas Kirkeløkke hevur verið nýttur har eisini seinastu tíðina; serliga tí at hann kann dekka sum bakkur.

Harvið er ikki pláss fyri 30-ára gamla Jóhan á Plógv Hansen úr Flensburg-Handewitt. Jóhan hevur heldur ikki havt heilt stóran leiklut í undanfarnu endaspølum.

Danski OL-hópurin:

Málverjar:
Niklas Landin, Aalborg Håndbold
Emil Nielsen, FC Barcelona
Kevin Møller, Flensburg-Handewitt

Vengur:
Emil Jakobsen, Flensburg-Handewitt
Magnus Landin, THW Kiel
Niclas Kirkeløkke, Rhein-Neckar Löwen
Hans Lindberg, Füchse Berlin

Strikuspælarar:
Magnus Saugstrup, SC Magdeburg
Simon Hald, Aalborg Håndbold
Emil Bergholt, Skjern Håndbold
Lukas Jørgensen, Flensburg-Handewitt
Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold

Bakspælarar:
Mikkel Hansen, Aalborg Håndbold
Simon Pytlick, Flensburg-Handewitt
Rasmus Lauge, Bjerringbro-Silkeborg
Mads Mensah, Flensburg-Handewitt
Thomas Arnoldsen, Aalborg Håndbold
Lasse Andersson, Füchse Berlin
Mathias Gidsel, Füchse Berlin
Mads Hoxer, Aalborg Håndbold

Hesir tjúgu skulu møta 24. juni til venjingar í Faaborg. Seks spælarar skulu av hesum listanum, áðrenn juni er úti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2024

49 Leygardagur 15. juni 2024

U20: Her er EM-hópurin

16 spælarar skulu við til EM-endaspælið, sum verður í Slovenia 10. til 21. juli. Har skulu Føroyar spæla ímóti Spania, Fraklandi og Sveis

Óli Mittún, Aleksandar "Sasha" Lacok og Jákup Egholm til U19 HM í Kroatia í fjør. Teir skulu eisini við til EM í Slovenia (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Spennandi avbjóðing er fyri framman í Slovenia næsta mánaði. Føroyska U20-hondbóltslandsliðið við monnum er komið í ein ógvuliga sterkan bólk: Spania, Fraklandi og Sveis.

Spania er verandi evropa- og heimsmeistari í hesum árganginum. Talan er um sera sterkan árgang hjá Spania, sum ikki hevur tapt nakran dyst í endaspølunum seinastu árini: Petar Cikusa Jelicic, sum spældi nógvar minuttir fyri Barcelona til Final Four síðsta vikuskifti, er partur av árganginum. Hann verður tó møguliga ikki við í Slovenia, tí hann er í OL- bruttohópinum hjá Spania. Føroyar taptu 35-25 fyri Spania til EM í 2022.

Føroyar eru styrkismettar nummar tvey í bólkinum og Frakland nummar trý. Føroyar gjørdu bart, og vunnu 29-26 á Fraklandi í U18 EM-endaspælinum í 2022. Hesir árgangirnir hava ikki møtt Sveis áður. Vinnarin í bólkinum kemur víðari til meginumfarið - tveir av teimum seks tvey'arunum koma eisini víðari. Samanlagt 24 lond eru við.

Hondbóltssamband Føroya boðar nú frá, at Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, hava úttikið hesar 16 leikararnar til U20 EM-endaspælið í Slovenia.

Málverjar:
Aleksandar Lacok, Neistin
Torstein Sivertsen, H71

Vinstri vengur:
Jákup Egholm, Ikast FS (Danmark)
Rói Seyer Hjaltason, H71

Høgri vengur:
Niklas Gaard, Neistin
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikur:
Rói Thomsen, H71
Ísak Vedelsbøl, H71

Bakspælarar:
Óli Mittún, IK Sävehof (Svøríki)
Helgi Poulsen, H71
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi Djurhuus Poulsen, Grindsted GIF (Danmark)
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF


[object Object]
Tróndur Johnsson úr VÍF gjørdist ársins stjørnuskot í Burn-deildini (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Nakrar broytingar eru í hópinum, í mun til endaspælið í fjør. Torstein Sivertsen, Rói Thomsen, Helgi Poulsen og Høgni Heinason - allir úr H71 - eru tiknir út hesaferð. Torstein var við til EM í 2022, og stóð ógvuliga væl í serliga endaspælinum í ár. Helgi Poulsen hevur verið ógvuliga skaðadarvaður, men hann, Rói og Høgni Heinason spældu sín leiklut í meistaraheitinum hjá H71 júst farna kappingarár.

Annars er talan um eitt ógvuliga spennandi lið. Ársins Stjørnuskot í Burn-deildini varð vestmenningurin Tróndur Johnsson, summir royna seg uttanlands - har Óli Mittún er millum bestu spælararnir í svenskum hondbólti - og strandingurin Búi Djurhuus  Poulsen er fluttir upp í bestu donsku deildina. Tveir av profilunum til endaspølini seinastu árini - Aleksandar "Sasha" Lacok og Ísak Vedelsbøl - skifta í summar til svenskan hondbólt.

Málverjuvenjari er Jens á Skipagøtu, fysioterapeut er Durita Rouch og liðleiðari Rani Ellingsgaard.

Dystarskráin í bólkaspælinum:
Mikudagin 10. juli Føroyar – Sveis
Hósdagin 11. juli Frakland – Føroyar
Leygardagin 13. juli Spania – Føroyar.

04 og 05-árgangirnir hava staðið seg væl til endaspølini. Í síni fyrsta altjóða kapping, EM 2022 í Montenegro, vunnu Føroyar sun nevnt á millum annað Fraklandi og endaðu á 9. plássi. Í HM-endaspælinum í Kroatia í fjør vóru Føroyar sekundir frá at koma í hálvfinalunar. Tað endaði tó við hjartaskerandi tapi fyri Egyptalandi og at enda einum 8. plássi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2024

50 Leygardagur 15. juni 2024

Rói skal spæla við Køge

Vongurin fer frá at spæla í næstbestu donsku deildini til eitt lið, ið júst er flutt niður í triðbestu deildina. - Hetta hóskar væl til mín nú, sigur Rói Berg Hansen

- Teir venja einaferð færri um vikuna enn HØJ (...) Eisini venur liðið einaferð um vikuna í Keypmannahavn, so har fer venjingartíð og tíð til ferðing burtur - eisini til útidystir. Rói Berg Hansen vil tó framvegis stríðast fyri at vera á landsliðnum - her til EM í januar (Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Hevði ikki nortið við ein bólt í yvir tveir mánaðir. Nú eri eg byrjaður at venja við Køge, sum eg skal spæla við næsta kappingarár.

Hetta fortaldi Rói Berg Hansen, tá vit fyri stuttum tosaði við havnamannin í sambandi við longri samrøðu til Blaðið.

28-ára gamli landsliðsspælarin hevur havt sínar avbjóðingar uttanfyri vøllin farna árið, og í mars "krassjaði" Rói:

- Har var einki at taka feil av. Kroppurin gav eftir. Hann segði stopp, og eg hevði einki at skulla sagt. Eg hevði strongd.

Hondbóltsspælarin hevur altíð havt kropp sín at líta á og verið kendur fyri at vera orkuríkur. Tá í mars kom hann í eina støðu, har hann millum annað ikki kom upp úr songini í trý heil samdøgur. Næstu tíðina var tungt at gera gerandisuppgávur.

- Frá viku tvey í mínari sjúkramelding skrivaði eg allar góðar upplivingar niður. Tá var tað framgongd at reisa meg upp, at busta tenn, at tendra tónleik, at rudda eitt sindur og at fara út at ganga ein lítlan túr. Sindur sum eitt smábarn, sum mennist spakuliga: Alt var framburður. Samleikin fer frá at hava verið til EM-endaspæl tveir-tríggjar mánaðir frammanundan, at hava verið nógv í miðlum, at hava verið við til at fingið javnleik móti Noreg – til hetta. At skriva niður: “Gott arbeitt, Rói! Tú hevur koyrt tallerkin í uppvaskimaskinuna”. Mótsetningurin er øðiligur.

[object Object]

Ein nýggj byrjan á vøllinum

Rói viðurkennir fyri Portalinum, at hann var nær við at sleppa hondbóltinum, tí fyrstu tíðina hevði hann tað fínt uttan. Mentala yvirskotið var eisini umráðandi. Tó ásannaði vongurin, at hann framvegis vil ov nógv hondbólti til at gevast. Hondbólturin skal tó ikki verða sum eitt arbeiði aftur. - Tað riggar ikki fyri meg, staðfestir hann.

Um sítt nýggja felag sigur Rói soleiðis.

- Teir eru júst fluttir niður til triðbestu deildina, og venja einaferð færri um vikuna enn HØJ, sum er í næstbestu deildini. Eisini venur liðið einaferð um vikuna í Keypmannahavn, so har fer venjingartíð og tíð til ferðing burtur, í mun til hvat tað hevur verið. Trýstið er eitt sindur minni, og tað er ikki líka nógv ferðing til útidystir.

Hetta er hóskandi til støðuna hjá Róa Berg Hansen, sum viðurkennir, at hann skal ansa sær væl næstu tíðina. Tað snýr seg millum annað um ikki at verða raktur av strongd aftur, sigur Rói, ið eisini livir við ADD.

[object Object]

[object Object]
Rói Berg Hansen er framvegis sjúkrameldaður men er spakuliga komin í gongd aftur við ymiskt í dagligdegnum - millum annað hondbóltin. At framhaldandi verða partur av landsliðnum er eitt av málunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Køge Håndbold fer at royna at koma upp í næstbestu donsku deildina aftur, og tað verður helst við Róa Berg Hansen í stórum leikluti á vinstra vongi. Hann hevur verið partur av føroyska A-landsliðnum í sjey ár, og vil tað enn.

Rói Berg Hansen er úttikin til venjingardystirnar í Japan fyrst í juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2024

51 Leygardagur 15. juni 2024

Landsliðsmálverji til EH Aalborg

Seinasta árið hevur Annika Fríðheim Petersen spælt við Follo HK í Noregi, men næsta kappingarár fer hon at spæla í bestu donsku deildini

Annika Fríðheim Petersen í føroyska málinum móti Íslandi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað hevur verið greitt í eina tíð, at landsliðsmálverjin Annika Fríðheim Petersen fór at skifta felag, og nú er kunngjørt, at hon fer at spæla við uppflytarunum í bestu donsku deildini, EH Aalborg.

25 ára gamli málverjin hevur spælt eitt kappingarár við Follo HK í Noreg, og undan tí eisini í íslendskum og donskum hondbólti.

[object Object]Annika Fríðheim Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

- EH Aalborg er rætta staðið fyri meg beint nú. Eg trúgvi uppá, at eg kann menna meg enn meira í einum góðum umhvørvi. Tey mál og tær umstøður felagið hevur, rigga væl til mín, og eg gleði meg at gerast partur av felagnum, sigur hon við heimasíðuna hjá felagnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2024

52 Leygardagur 15. juni 2024

Endaði við eyðmýking í Estlandi

Føroyar byrjaðu væl, og Petur Kundsen skoraði til 1-0 miðskeiðis í fýra hálvleiki. Tað endaði tó 4-1 til Estland - í øllum førum trý av málunum vóru eftir stór føroysk mistøk og samanlagt ikki pent

Í 24. minutti kundu føroysku spælararnir fegnast, eftir at Petur Knudsen hevði lagt Føroyar á odda (Mynd: Hans Erik Danielsen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska liðið líkist gamaní ikki tí landsliðið, ið vit kenna í mun til manning, og talan var um venjingardyst. Tó má og skal tað svíða, tá tað endaði við 4-1 tapi móti einum liði, sum er nummar 123 í heiminum nú. Bert tíggju pláss frammanfyri Føroyar.

Fyrstu 40 minuttirnar var tað mesta á góðari leið hjá Føroyum, ið kom á odda, og eisini burdi økt, tá Meinhard Egilsson Olsen gjørdist ein-ímóti einum við málverjanum. Afturvendi vongurin bíðaði tó ov leingi, og kiksaði driblingina.

Hin vongurin, sum eisini hevur NSÍ sum barndómsfelag, gjørdi bart stutt áðrenn. Petur Knudsen gjørdi sítt fyrsta A-landsliðsmál, tá hann søkti bóltin væl við aftaru stong og setti høvdið á. Hetta var eftir, at Hanus Sørensen hevði lagt inn fyri úr vinstru, og bólturin hoppaði framvið øllum - uttan Peturi.

[object Object]
Ein av teimum, sum hevur spælt yvir 10 landsdystir, í verandi hópi. Petur Knudsen setti bóltin í estiska netið (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Hetta varð ljóspunktið samanlagt. Beint fyri steðgin javnaði Estland: Stefan Radosavljevic misti bóltin í miðkringinum, og so revsaði heimaliðið skjótt: Bólturin varð spældur upp til áleyparan, ov langt var ímillum føroysku spælararnar, og serliga Samuel Johansen Chukwudi var heldur langt burtur.

Tað var eisini ein trupulleiki í 50. minutti. Ótarnað estiskt innlegg úr vinstru, ein spælari stóð fríur millum Gunnar Vatnhamar og Viljorm Davidsen, bólturin varð stútaður í økið mitt fyri málið, og har var Anier til reiðar og fekk ótarnaður avsluttað. Samuel fylgdi honum als kki í støðuni: 2-1.

Føroyar royndu at svara aftur, men Estland sat meira á tí enn í 1. hálvleiki. Eitt ávíst máttloysi sást í løtum, og seinastu løtuna gjørdist tað óneyðuga ljótt.

Í 83. minutti smekkaði Tur til, bólturin rakti Hanus Sørensen, sum ikki blokeraði heilt í støðuni, og so snýtti bólturin Bárð á Reynatrøð.

Tað endaði 4-1: Samuel Chukwudi skuldi spæla bóltin til Jóannes Kalsø Danielsen mitt á egnari hálvu. Avleringin var heldur spakulig, høgri bakkurin náddi ikki fram til bóltin. Hann var í roynd og veru síðsti maður, og áleyparin, sum kom ímillum, streyk avstað og komin inn í brotsteigin skeyt hann undir annað beinið á Bárði.

4-1 til Estland lýsir ikki heilt dystarmyndina, men støðan og dystargongdin - tann hátturin sum Føroyar at enda taptu uppá ímóti slíkari mótsstøðu og uttan at veruliga svara aftur - geva ikki eina bjarta mynd beint nú. Teir flestu, sum spældu nógv, hava hóast alt í minsta lagi fitt av royndum á A-landsliðnum. 

Baltic, A. Le Coq Arena, Tallin, leygardagin 8. juni 2024:
Estland - Føroyar 4-1 (1-1)
24' 0-1 Petur Knudsen (Hanus Sørensen)
43' 1-1 Alex Matthias Tamm
50' 2-1 Henri Anier
83' 3-1 Edgar Tur
90' 4-1 Danil Kuraksin

Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Jóannes Kalsø Danielsen, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen (L) -  Petur Knudsen (62' Pætur Petersen), Hanus Sørensen, René Shaki Joensen (89' Noah Mneney), Stefan Radosavljevic (81' Patrik Johannesen), Meinhard Egilsson Olsen (62' Adrian Justinussen) - Jóan Símun Edmundsson (46' Klæmint Andrasson Olsen)

Høvuðsvenjari: Håkan Ericson

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2024

53 Leygardagur 15. juni 2024

Fyrsta tapið fyri Lettlandi nakrantíð

Heimaliðið legði væl betri fyri eftir steðgin og skoraði einsamalla málið í dystinum um 3. plássi í Baltic Cup. Føroyar endaðu aftast í venjingarkappingini

Petur Knudsen skoraði einasta føroyska málið í venjingarkappingini - í 4-1 tapinum fyri Estlandi (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrri hálvleikur var linligur. Føroyar vóru í løtum omaná, men vantaðu skerpni og røttu hugskotini fyri at gerast heilt vandamiklar. Okkara høvdu tó størsta møguleikan í opnum spæli. Hetta var, tá Føroyar vunnu bóltin á lettisku hálvuni, Hanus Sørensen síðani væl fann Pætur Petersen, ið royndi seg nakað úr høgru í brotsteignum. 

Stutt frammanundan hevði Jann Benjaminsen roynt seg úr uppaftur spískari vinkli, og eins og tá bjargaði lettiski málverjin. Tað gjørdi hann eisini, tá Adrian Justinussen hevði gott langskot beint fyri steðgin

Annars hendi ikki tað stóra. Føroyar høvdu nýggja miðverju og høgra bakk, og Jann, Gullbrandur Øregaard og Arnbjørn Svensson vóru við at halda Lettlandi frá vandamiklum støðum. Arnbjørn spældi sum heild væl í sínum fyrsta landsdysti frá byrjan - meðan yngri makkarin úr Sandnes Ulf hevði trupulleikar í spælinum við bóltinum og við at staðseta seg í ymsum støðum.

Hetta var allarfyrsti A-landsdysturin hjá U21-landsliðsspælaranum.

Lettar omaná meginpartin av seinna hálvleiki - Bárður stórbjargaði

Føroyar spældu við sama sentrala miðvølli frá byrjan sum móti Estlandi: René Shaki Joensen sum tann mest verjukendi og Hanus Sørensen og Stefan Radosavljevic frammanfyri. Síðstnevndi kom ikki við nøkrum serligum frameftir saman við Adriani Justinussen og Klæminti Andrasson Olsen, nú allir fingu møguleikan frá byrjan.

Miðvøllurin misti tamahaldið á dystinum fyrstu løtuna eftir steðgin, tá Lettland spældi væl betri og skjótari, og Føroyar ikki høvdu nóg gott trýst á bóltin. Heimaliðið framdi nakrar broytingar á liðnum. Teir flestu á vøllinum í dag spæla í bestu deildini í Lettlandi, sum er styrkismett eitt pláss frammanfyri Betrideildina.

Aðrir spæla tó í sterkari deildum. Liðskiparin spælir við Grashoppers í Sveis, og innskifti Andrejs Cigaņiks spælir í bestu polsku deildini. Hann kom inn og gjørdi mun - í 49. minutti skoraði Cigaņiks einasta málið í dystinum.

Hetta var eftir skjótt spæl í høgru, har bólturin varð lyftur innum Viljorm Davidsen. Sìðani varð skotið inn av baklinjuni, Bárður á Reynatrøð fekk líka hondina á, Gullbrandur Øregaard og Jann Benjaminsen vóru ikki heilt uppá pláss, og so varð 1-0.

Andrejs Cigaņiks skoraði eisini móti Bárði á Reynatrøð í 2022. Hetta var, tá hann spældi við slovakiska DAC Streda, ið vitjaði Víking á Tórsvølli í Conference League. Júst Bárður helt Føroyum í dystinum næstu løtuna: Serliga tá leirvíkingurin stórbjargaði stútara, sum kom úr stuttari fjarstøðu.

Í hesari støðuni, og í nøkrum stutt eftir, var føroyski verjuparturin nærum um ein háls. Tað er helst ikki so løgið, tá nógvir verjuspælarar vanta, og skiftingar eisini vóru gjørdar, men her vantaði millum annað, at liðformaðurin Viljormur Davidsen tók ábyrgd.

[object Object]
Bárður á Reynatrøð stóð væl í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Høvdu støður móti endanum - lítlir glottar

Viljormur og René Shaki vóru sum so teir einastu í byrjanaruppstillingini, ið høvdu byrjað inni í einum kappingardysti, tá so at siga allir føroyingar vóru tøkir. -  Klæmint kann leggjast afturat, men hann hevur havt færri dystir frá byrjan seinastu tvey árini - Pætur Petersen og Hanus Sørensen byrjaðu inni í hvør sínum undankappingardysti í fjør.

Tríggir teir fremstu vórðu útskiftir tíðliga eftir steðgin, og Jóan Símun Edmundsson, Petur Knudsen og Meinhard Egilsson Olsen komu inn. Løtu seinnu komu Daniel Johansen og Noah Mneney á vøllin. Tá gjørdist føroyska spælið og úttrykkið nakað betri. Tó var tað framvegis ov ofta, at lettar komu ov lætt til støður, og at mistøk vóru í føroyska spælinum. Føroyar fingu meira fatur á bóltinum, men skuldu nú loysa Lettland upp.

Seinasta góðskan á seinasta triðinginum vantaði í 1. hálvleiki, og soleiðis var eisini her. Serliga var innleggsspælið - í mun til hvar innleggini endaðu, og partvíst eisini hvar renningar vóru og ikki vóru - ikki nóg gott. Bert Daniel Johansen rakti veruliga við hesum í dag. Thisted-bakkurin var eitt frískt lot, og hevði eitt lumpisligt langskot og nakrar góðar túrar og samspøl. Einaferð fann Daniel væl Petur Knudsen, sum setti seg í góða skotstøðu. Tað var tó heldur høgt og løtu seinni skeyt Petur í verjuspælara mitt fyri málið á brotsteigarmarkinum. Hann fekk bóltin í málið eftir hornaspark, men fríspark varð dømt fyri fríspark móti lettiska málverjanum í støðuni.

Lív var eisini í Meinhardi Egilsson seinastu løtuna, har hann við driblingum og øðrum vísti, at hann fer at gerast veruliga virðismikil aftur fyri landsliðið, tá hann kemur heilt upp á sítt toppstig aftur eftir drúgva skaðan. Føroyar fingu tó ikki heilt lagt síðsta trýstið; ov nógv vantaði í dag eisini.

Tvey tap varð úrtøkan í Baltic Cup, og í sætta dystinum millum A-landsliðini hjá Lettlandi og Føroyum eydnaðist loksins Lettlandi at basa Føroyum. Liðini hittast aftur í Nations League í heyst - fyrst í Riga 10. september.

Baltic Cup 2024 - venjingarkapping
Dystur um 3. plássið, týsdagin11. juni
Lettland - Føroyar 1-0 (0-0)
49' Andrejs Cigaņiks 1-0

Føroyar: Bárður á Reynatrøð, Jann Julin Benjaminsen, Gullbrandur í Horni Øregaard, Arnbjørn Svensson (82' Patrik Johannesen), Viljormur Davidsen (L), Pætur Petersen (57' Jóan Símun Edmundsson), Hanus Sørensen (66' Noah Mneney), René Shaki Joensen, Stefan Radosavljevic (66' Daniel Johansen), Adrian Rúnason Justinussen (57' Meinhard Olsen) - Klæmint Andrasson Olsen (57' Petur Knudsen).


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2024

54 Leygardagur 15. juni 2024

Hava vunnið ein av teimum seinastu 16 dystunum

Hesin sigurin var móti Liktinstein. Føroyar hava skorað í fimm av teimum 16 dystunum í tíðarskeiðnum síðani flotta sigurin á Turkalandi - tað næsta er Nations League í heyst

Håkan Ericson og toymið vantaðu fleiri spælarar í Baltic Cup, har savnaða myndin ikki var so flott. Tað er aftur heldur tungur burður hjá landsliðnum - loysnir skulu finnast til í heyst, har Føroyar skulu hava fleiri mál og stig á konto (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

A-landsliðið við monnum hevði sum heild eina góða Nations League í 2022, har man helt seg í C-deildini við fýra stigum móti Litava, javnleiki í Luksemborg og sum ein prikk yvir i'ið: 2-1 sigur á heimavølli móti Turkalandi 25. september.

Hetta er greitt besta úrslitið í tíðini hjá Håkani Ericson og toymi og eitt av teimum heilt flottu í føroyskari landsliðssøgu. Síðani hevur tó gingið striltið at fingið sigrar.

Teir 16 dystirnir síðani sigurin á Turkalandi 

[object Object]

Seinastu 16 dystirnir - síðani sigurin á Turkalandi (Skíggjamynd: FaroeSoccer)

Átta venjingardystir - Baltic Cup er venjingarkapping - og átta EM-undankappingardystir. Har er úrttøkan ein sigur, tríggir javnleikir og tólv tap.

Sigurin kom móti Liktinstein í mars (4-0). Eitt land sum so at siga ikki vinnur fótbóltsdystir. Føroyar hava altíð vunnið á Liktinstein, ið sum liggur sum nummar 202 á FIFA-styrkislistanum. Bert átta lond liggja lægri. 

Føroyar hava annars møtt liðum, sum eru styrkismett yvir okkum; fyriuttan Moldova. Serliga heimadysturin móti Moldova í fjør var eitt vónbrot (0-1). Eini javnleikurin og eitt av málunum í fjør kom í Moldova. Besta úrslitið og avrikið hjá Føroyum síðani sigurin á Turklandi var 0-0 dysturin í Albania í november. Albania  vann okkara bólk og skal til EM nú.

[object Object]
Jóan Sìmun Edmundsson í Tirana í fjør. Føroyar avrikaðu flott hendan dagin og kundu vunnið - hetta var ein av góðu landsdystunum hjá Jóan Símuni seinastu tíðina, har hann hevur leitað nakað. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vanta mál og málmøguleikar

Hóast ein ikki kann vænta, at Føroyar skulu hava eitt tvísiffrað tal av stigum í einari undankapping ella bjóða teimum nakað størru av hvønn dyst, so kann spurnartekin setast við úttrykkið í fleiri dystum seinastu tíðina. Umframt seinasta tíman móti Moldova á Tórsvølli, var Kekkia heima (0-3) ljótt, har Føroyar als ikki vóru við. Mótsstøðan var sjálvandi sterk. Tað var hon eisini í Kekkia og Polandi (0-1 og 0-2) har Føroyar vóru væl við á máltalvuni allan vegin men so at siga als ikki hótti mótsstøðumálið.

Júst álopskendi parturin hevur verið ein trupulleiki. Føroyar spæla ov nógvar dystir uttan at skora (11 av teimum 16 síðani dystin móti Turkaland) og skapa ov fáar møguleikar - tað vístu millum annað hagtølini í EM-undankappingini í fjør og løtur í venjingardystum higartil í ár.

Einastu ferð vit hava skorað fleiri enn tvey mál í einum dysti síðani 2-1 sigurin á Turkalandi var móti Luksemborg. Annars er tað eitt mál í Moldova, eitt á heimavølli móti Albania, eitt í Estlandi leygardagin og eitt í venjingardysti í Kosovo í 2022.

Tá er ikki so nógv at fegnast um. Teir, sum hava spælt mest á fremsta plássinum sum miðáleypari, eru Klæmint Andrasson Olsen og Jóan Símun Edmundsson. Klæmint var framúr fyrstu tíðina undir Håkani Ericson, og skoraði sítt níggjunda mál uppá 15 mánaðir í Ísrael í november 2021.

Harvið javnaði Klæmint metið hjá Rógva Jacobsen fyri mál á landsliðnum (10) - royndi rituvíkingurin hevur ikki skorað á landsliðnum síðani í Ísrael. Jóan Símun hevur ikki skorað síðani flotta 2-0 móti Turkalandi á Tórsvølli. Toftamaðurin hevur havt nógvar skaðar, og hevur verið leitandi í sínum spæli. 

[object Object]
Meinhard í Moldova í 2023. Hansara dygdir á vonginum hevur saknur verið í. Hann burdi skorað í Estlandi og verður helst í betri útgávu í heyst. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Skaðar hava rakt álopið eisini. Meinhard Egilsson Olsen spældi bert fyrsta dystin í undankappingini í 2023. Hann var serliga góður í Nations League í 2022, men eisini í fleiri av undanfarnu landsdystum undir Håkani Ericson. Jóannes Bjartalíð varð ársins landsliðsspælari í 2022, men hevur mist fleiri landsdystir vegna skaða síðani - millum annað allar í ár. Hann var júst komin aftur frá skaða til eitt landsliðsvindeygað í fjør og rakti als ikki sítt toppstig á landsliðnum í 2023.

Tann kreativi parturin vantar inn ímillum - eisini tá nú 37-ára gamli Sølvi Vatnhamar ikki hevur rakt somu hæddum sum fyrr í landsliðsstíðini. Leirvíkingurin eigur upplegg til fleiri mál; seinast var móti Turkalandi.

"Jokarar" hava ikki verið har, ella hava ikki sligið til. At tað til tíðir kemur ov lítið frá bakkunum sæst eisini. Í álopskendu deyðbóltunum hava vit farnu árini sæð nøkur mál, tó at tað hevur verið heldur soltið við vandamiklum støðum síðani Nations League; serliga uppá horna, sum Føroyar ikki skora uppá longur. Trý av teimum níggju málunum síðani Turkaland eru komin eftir deyðbóltar: Eitt frísparksinnlegg móti Liktinstein, eitt frísparksinnlegg móti Albania, og málið móti Estlandi leygardagin var eftir innkast og siðani innlegg.

Ikki eitt eindømi

Summir viðmerkjarar hava samanborið tíðarskeiðið síðani Nations League 2022 við síðstu tíðina hjá Lars Olsen. Hagtalsliga samsvarar tað rímiliga væl.

Um hugt verður eftir teimum seinastu 16 dystunum hjá Lars Olsen, sum vóru Nations League 2018 og EM-undankapping í 2019, so vunnu Føroyar tveir dystir - báðar móti Malta. Tveir endaðu við javnleiki, so eins og seinastu 16 dystirnir hjá Føroyum: Stig í fýra av 16 dystum.

Í mun til nú, lótu Føroyar væl fleiri mál inn í seinasta tíðarskeiðnum hjá Lars Olsen og Jóannesi Jakobsen: 16 í fjør sammett við 30 í undankappingini í 2019 (í báðum førum 10 dystir) EM-undankappingarbólkurin tá var tó ógvuliga trupul - við Spania, Svøríki, Noreg og Rumenia aftur at Malta - man satsaði meira í spælinum og skoraði eisini fleiri mál og í fleiri dystum: Millum annað móti Spania.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kristian Vang)

Hetta var eisini ein niðurgongutíð, eftir at Føroyar í undanfarnu undankapping høvdu sett met - við millum annað sigri í Lettlandi - og áðrenn tað áttu tveir sigrar á Grikkalandi, umframt at man fleiri ferðir spældi væl við móti Ungarn og eisini Rumenia.

Fyrstu 13 dystirnir hjá Lars Olsen vóru eisini uttan nakran sigur - saman við trimum teimum seinastu hjá Brian Kerr vóru tað - 16 á rað. Har vóru eisini møguleikar móti millum annað Malta og Kasakstan. Tá vóru atfinningarnar eisini har, sjálvt um Føroyar í nøkrum dystum hótti stórar fótbóltstjóðir.

Ein góður partur av 00'unum var eisini heldur tungur hjá landsliðnum, sum áðrenn sigrarnar á Íslandi og Litava í 2009 bert vann á Luksemborg í undankappingardystum (2001 - tá Luksemborg var væl veikari enn nú) umframt venjingardystir á Liktinstein (tríggjar ferðir), Kasakstan (tvær ferðir) og Malta í 2004. Millum hendan sigurin í augst 2004 og tann í Íslandi í august 2009 vunnu Føroyar ongan skrásettan dyst.

Samanhangurin, Lettland og Nations League

Í løtuni kennist burðurin heldur tungur hjá Føroyum, og tað sær út til, at landsliðsvenjaratoymið er heldur leitandi. Nógvir spælarar eru úti við skaða, fleiri góvu ymisk sløg av avboðum nú, og hetta gevur høvuðbrýggj.

Aðrir hava torført við at finna fótafesti, og føroyska spælið er sjáldan samanhangandi yvir fleiri dystir. Samanhangin í fleiri úttøkum kann spurnartekin setast við, men júst í 2024 hava møguleikarnir ikki verið teir somu. Spurningurin er eisini, um nóg nógvir føroyskir spælarar spæla og venja fast á nóg høgum stigi.

Áhugin tykiskt at vera minkandi, og tað stóra úrslitið vantar aftur: Eins og tað gjørdi áðrenn Turkaland, og áðrenn Grikkaland og Ísland á sinni. Føroyskir áskoðarar og fótbóltsáhugaði vilja síggja fleiri jalig tekin, og møguleikarnir eru har í Nations League í heyst.

Håkan Ericson, Eli Hentze og hinir í toyminum hava saman við liðnum staðið fyri nøkrum sterkum avrikum. Tey liggja tó nakað afturi í tíð - serliga í fótbóltshøpi.

Í 2021 spældu Føroyar fleiri tættar dystir móti størri fótbóltstjóðum (Danmark, Skotland, Eysturríki og Ísrael) Stigini komu móti Moldova - fýra - og í Nations League í 2020 (Føroyar vunnu deild D við 12 stigum) og 2022 (Fingu 8 stig og ikki langt frá play-off plássi í Deild C).

Tað er tungt at tapa 4-1 fyri Estlandi. Tað er heldur ikki so lætt at síggja Lettland basa Føroyum. Tað høvdu lettar ikki megnað fyrrenn dystin í Liepaja í vikuni, sum var tann sætti millum tjóðirnar á A-landsliðsstigi hjá monnum. Gamaní høvdu gestirnir spælarar úr bestu polsku og bestu sveisisku deildini, og tað vóru bert fýra spælarar inni á føroyska liðnum, sum helst høvdu byrjað undir vanligum umstøðum, tá allir vóru tøkir: Viljormur Davidsen, René Shaki Joensen, Jóan Símun Edmundsson og Meinhard Egilsson Olsen (Klæmint Andrasson Olsen møguliga eisini)

Undan dystinum týskvøldið hevði Lettland tó bert vunnið ein av sínum seinastu 17 dystum. Hetta var heimadystur móti Armenia í fjør. Annars hevur liðið tapt á heimavølli móti Moldova og spælt javnt móti Liktinstein, Andorra og Kypros. Tað er ikki eitt fótbótlsstórveldi, og eitt sum vit skulu hava stig ímóti í heyst - helst nøkur.

Føroyar eru í bólki við júst Lettlandi, Norðurmakedónia og Armenia í Nations League. Hóast tað ikki eru mótsstøðulið, sum man bara kann syfta soleiðis, eiga møguleikarnar at vera har fyri at veruliga spæla við og fáa fleiri stig. Higartil hevur tað sum heild gingist væl í Nations League undir Håkani Ericson. Sviin hevur hetta árið og tað næsta eftir av nýggja sáttmálanum - ymiskt er at prógva hjá honum og spælarunum í heyst.

Hagtøl: FaroeSoccer 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juni 2024

55 Leygardagur 15. juni 2024

Andrias hevur fingið sáttmála uppá pláss í Polandi

23-ára gamli toftamaðurin fer eitt stig upp í polskum fótbólti og skal spæla við felagi, ið ætlar at berjast um uppflyting til bestu deildina. Talan er um tvey-ára sáttmála

Andrias Edmundsson hevur staðið seg væl í Polandi og hevur fingið sítt gjøgnumbrot á A-landsliðnum seinasta árið. Miðverjin gav tó avboð til júst spældu venjingardystirnar - hetta í sambandi við skiftið hjá sær (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann gav avboð til dystirnar í Baltic Cup, tí at sáttmálasamráðingar vóru í gongd við eitt felag í næstbestu deildini í Polandi. Andrias Edmundsson hevur verið skaðadarvaður - serliga í tíðini í sponskum fótbólti - og óttaðist ein skaða undir landsliðstúrinum.

- Mín sáttmáli í Polandi gongur út síðst í hesum mánaðinum. Í løtuni eri eg í samráðingum við eitt annað felag, har tað ikki vantar nógv í fyri at fáa tað síðsta uppá pláss. Talan er um ein rímiliga langan sáttmála við eitt gott felag í Polandi. Um eg fari við landsliðnum nú og fái ein skaða, so standi eg við ongum. Tí metti eg, at tað var best, at eg ikki fór við.

Soleiðis segði Andrias sjálvur við Portalin fyri einari viku síðani. 

Nú frætta vit, at komið er undir land við samráðingunum. Talan verður um ein tvey-ára sáttmála við felag í næstbestu pólsku deildini - eitt felagið við ætlanum um at veruliga kappast um uppflyting.

Portalurin hevur ikki fingið navnið á felagnum upplýst, men sum skilst fer felagið at kunngerða føroyska miðverjan í vikuni..

[object Object]
Andrias í einum av sínum fyrstu landsdystum - í Norðurmakedónia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Andrias Edmundsson hevur seinasta árið spælt við MKS Chojniczanka í triðbestu polsku deildini. Har hevur føroyingurin staðið seg væl, og tekur hann nú eitt fet upp á yrkisleiðini.

Gjøgnumbrotið á A-landsliðnum er eisini komið í hesi tíðini. Andrias spældi 90 minuttir í miðverjuni fimm dystir á rað undan avboðnum nú. Samanlagt er toftamaðurin skrásettur fyri 7 A-landsdystir,

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2024

56 Leygardagur 15. juni 2024

Noah skal spæla við HB restina av kappingarárinum

Vendir fyribils aftur til Føroyar, og HB leigar orkuríka og kraftmikla miðvallaran úr Bryne

U21-landsliðsliðskiparin spældi í Víkingi í fýra ár. Í 2022 hevði hann stóran leiklut í at vinna Løgmanssteypið - nú skal hann kappast við Vìking um at koma í finaluna og um FM. Áki Samuelsen og Noah Mneney nú liðfelagarar (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Søgur hava gingið um tað í eina tíð. Nú er tað váttað: Noah Mneney skal spæla við HB. 

- Noah er 21-ára gamal miðvallari, og hevur spælt við Bryne síðani 2023. Áðrenn tað spældi hann við Víkingi, har hann fekk 73 dystir í Betri-deildini, 13 í steypakappingini og 4 í Conference League. Hann hevur spælt á øllum føroysku ungdómslandsliðum frá U17 til U21, og hevur eisini spælt 5 A-landsdystir fyri Føroyar.

Avtalan er galdandi fyri restina av kappingarárinum. Talan er um ein leigusáttmála millum HB og Bryne.

Noah Mneney skifti til felagið í næstbestu norsku deildini eftir tvey heil kappingarár, umframt nakrar dystir í 2020, sum ein motorur á miðvøllinum hjá Víkingi. Ungi fuglfirðingurin spældi sín fyribils seinasta dyst fyri Víking í steypafinaluni í 2022, tá Vìkingur vann á KÍ.

Fyrstu tíðina í Bryne spældi ungi miðvallaran rímiliga nógv, men síðani summarferiuna í fjør hava minuttirnir í OBOS-deildini verið fáir. Venjarin hevur ikki sæð so nógv í føroyska U21-landsliðsliðskiparanum, sum ikki er byrjaður inni í nøkrum landskappingrdysti í 2024.

[object Object]
Noah Mneney hevur bert spælt fulla tíð í U21-landsdystunum og steypadystum móti lægri liðum seinastu mánaðirnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Harvið hevur eitt skifti ligið í luftuni. Noah hevur eitt og eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum í Noregi, verður hann leigaður í eitt hálvt ár. HB kann sanniliga brúka orkuríka miðvallaran í FM-stríðnum og í Conference League í næsta mánaða. So er tað eisini steypakappingini

Um eina viku spæla HB og Víkingur seinnu hálvfinaluna í steypakappingini. Tað er 1-0 til HB eftir fyrru hálvfinaluna, og tað verður í Sarpugerði, at Noah Mneney møguliga spælir fyri fyrstu ferð í HB-troyggjuni, har hann skal stríðast um finaluplássið.

HB og Víkingur eru eisini lið um lið í FM-stríðnum. HB spælir í Sørvági leygardagin, men ivasamt er, um 21-gamli miðvallarin spælir nakran leiklut tá. Noah kom aftur til Føroyar mikudagin eftir landsliðstúr í baltalondunum.

Magnus Holm Jacobsen er framvegis nakað darvaður av knænum, og ivsamt er, hvussu stóran leiklut hann fær næstu tíðina. Tað er helst gott við meira breidd hjá Adolfo Sormani á sentrala miðvøllinum, har hann altíð spælir við trimum monnum. Noah Mneney burdi eisini hóska væl inn í leikháttin við serliga hansara verjukendu dygdum, orku og tí at dríva bóltin og spæla einfalt. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2024

57 Leygardagur 15. juni 2024

Poul og Árni hava longt við Víking

Glóðheiti stradingurin og stjørnuskotið úr Norðragøtu hava skrivað undir sáttmálar, sum eru galdandi til kappingarenda 2026

Poul Kallsberg og Árni Nóa Atlason hvør sínumegin Atla Gregersen eftir sigur í Sarpugerði. Árni er sonur Atla - teir og Poul eru í gongd við eitt gott kappingarár (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Víkingur hevur verið oddalið alt árið og hevur vunnið ellivu av sínum tólv dystum í Betrideildini. Nú landsliðssteðgurin er av, skal Víkingur stríðast víðari við HB í oddinum og í seinnu steypahálvfinaluni - í Sarpugerði mikukvøldið - og næsta mánaða er Conference League á skránni hjá Jóhan Petur Poulsen og hansara monnum.

Ein av lyklaspælarunum í ár hevur verið Poul Kallsberg. 21-ára gamli strandingurin vaks upp í Skála ÍF, sló seg fastan á liðnum hjá Víkingi í seinnu hálvu í fjør og hevur samanlagt 90 Betrideildardystir. Í 2024 hevur Poul 13 málstig (mál og upplegg). Kviki vongurin við góða høgra beininum hevur avgjørt dystir fyri Víking í ár. 

Poul Kallsberg er U21-landsliðsspælari, og tað var eitt sindur óvæntað, at hann ikki varð úttikin til A-landsliðið herfyri; serliga tá hugsað verður um nógvu spælararnir, ið ikki vóru tøkir, og at Poul hevur verið ein av bestu álopskendu føroysku spælarunum í 2024.

[object Object]
Poul Kallsberg fegnast um 1-0 málið móti B68 í apríl - ein av dystinum har vongurin hevur verið avgerandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Poul hevur nú bundið seg til Víking til kappingarenda 2026. Hesum boðaði felagið frá í vikuni. Samstundis varð kunngjørt, at Árni Nóa Atlason eisini er knýttur at Víkingi næstu 30 mánaðirnar.

Hetta er barndómsfelagið hjá hartarbeiðandi unga miðvallaranum, sum ikki hevur verið smæðin í ár. Gjøgnumbrotið er komið. Árni hevur spælt í fleiri stórum dystum og verið avloysari hjá skadda Sølva Vatnhamar seinasta mánaðan. 

18-ára gamli spælarin er annars vanliga longuri afturi á miðvøllinum.  Árni Nóa Atlason hevur skorað tvey mál í Betrideildini í ár og hevur samanlagt 31 dystir á besta liðnum hjá Víkingi.

[object Object]
Árni Nóa Atlason skorðaði flott mál móti B36 í apríl eftir eitt sterkt avrik (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2024

58 Leygardagur 15. juni 2024

Forren krevur endurgjald frá norska statinum

Heldur, at yrkisleið hansara sum fótbóltsspælari fekk eitt bakkast av eini skuldseting, sum seinni varð slept

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrrverandi norski KÍ-leikarin, Vegard Forren, hevur reist endurgjaldakrav fyri at hansara fótbóltsstarvsleið varð oyðiløgd eftir eina hending á Brann Stadion í Bergen í 2021.

Talan er um hendingina, sum í norskum fjølmiðlum verður kallað ‘nachspielskandalen’, 12 spælarar hjá felagnum Brann í Bergen, teirra millum Vegard Forren, eina augustnátt í  2021 leitaðu sær inn á Brann Stadion saman við nøkrum ungum kvinnum, sum teir høvdu møtt á eini barr í býnum. Inni á stadion hildu tey eina veitslu í stríð við tágaldandi korona-tilmæli, og í hesum sambandi endaði ballið við, at Vegard Forren varð skuldsettur fyri neyðtøku av einari av kvinnunum.

[object Object]

Farna kappingarár hevði Vegard Forren eitt sera væleydnað tíðarskeið í Klaksvík, har hann í fleiri førum spældi ein týðandi leiklut í KÍ, serliga í væleydnaðu dystunum úti í Evropa.

Eftir kappingarlok í fjør, flutti Forren aftur til Noregs, har hann nú spælir við felagnum Treff í Molde, sum spælir í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.

Mikudagin visti Bergens Tidende at siga, at fyrrverandi Brann-spælarin hevur søkt Sivilrettsforvaltningen um endurgjald við einum kravi á 4,4 milliónir norskar krónur. Sivilfettsforvaltningen er tann myndugleikin, sum tekur sær av endurgjaldskrøvum móti statinum.

Vegard Forren metir, at leið hansara sum fótbóltsspælari varð oyðiløgd eftir hesa hendingina, serliga av, at hann varð skuldsettur fyri neyðtøku.

Men skuldsetingin endaði ongantíð við eini ákæru og eftirfylgjandi rættarmáli. Málið varð slept. Hetta ynskir hann nú endurgjald fyri, skrivar Bergens Tidende.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2024

59 Leygardagur 15. juni 2024

NSÍ varpaði KÍ úr steypakappingini

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum blivu leiktar mikukvøldið. B36, Víkingur, HB og NSÍ eru víðari

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eitt greitt tekin um, at stríðið um gullið í landskappingini hjá kvinnum er meira spennandi í ár enn seinastu árini, var úrslitið við Løkin mikukvøldið.

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vóru leiktar.

NSÍ stendur eftir sum vinnari við 3-1 sigri á KÍ, og føroyameistararnir seinastu fimm árini eru úti av steypakappingimi.

Julia Naomi Mortensen legði NSÍ á odda fyrst tá bara tríggir minuttir vóru leiktir og aftur tá 27 minuttir vóru leiktir.

Tá lítil tími varð leiktur minkaði Sólja Ernstsdóttir um munin fyri KÍ til 2-1, men fleiri mál fingu KÍ-kvinnur ikki. Heidi Sevdal staðfesti sigurin hjá NSÍ í 86. minitti til 3-1.

Hinir dystirnir vóru greiðir. B36 vann 3-0 móti TB/FCS/Royn, Víkingur vann 12-0 á FC Hoyvík, og í dystinum millum HB og Skála ÍF endaði 6-0.

Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða leiktar 27. august og seinnu 25. september.

Finalan verður 5. oktober.

NSÍ-KÍ 3-1 (2-0)
03' 1-0 Julia Naomi Mortensen
27' 2-0 Julia Naomi Mortensen
54' 2-1 Sólja Ernstsdóttir
86' 3-1 Heidi Sevdal

B36 - TB/FCS/Royn 3-0 (1-0)
19' 1-0 Emma Simonsen
67' 2-0 Sonja Dalsgaard
74' 3-0 Gunnrið Poulsen

Víkingur - FC Hoyvík 12-0 (8-0)
06' 1-0 Bjørg Jarnskor
15' 2-0 Jensa Tórolvsdóttir
17' 3-0 Eydna Dalheim
19' 4-0 Jensa Tórolvsdóttir
25' 5-0 Lea Lisberg
33' 6-0 Lea Lisberg
34' 7-0 Jensa Tórolvsdóttir
43' 8-0 Anna Jørginsdóttir
59' 9-0 Jensa Tórolvsdóttir
62' 10-0 Eydna Dalheim
74' 11-0 Hanna Højgaard
78' 12-0 Jensa Tórolvsdóttir

HB - Skála ÍF 6-0 (3-0)
18' 1-0 Sunniva Willemoes
22' 2-0 Rúna Jacobsen
36' 3-0 Sunniva Willemoes
54' 4-0 Fridrikka Clementsen
84' 5-0 Fríða Jakobsen
90' 6-0 Rúna Jacobsen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2024

60 Leygardagur 15. juni 2024

Sunniva Willemoes best í mai

Hon varð leygardagin kosin besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í mai mánaði

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

– Eg eri errin og sera glað fyri heiðurin. Eg royni altíð at arbeiða hart og verða betri, so at fáa eina slíka viðurkenning er nakad heilt serligt. Tó eiga mínir liðfelagar og toymið rundan um liðið eisini ein stóran part í hesum, tí uttan tey, hevði hetta ikki borið til.

Tað sigur Sunniva Willemoes úr HB við heimasíðuna hjá FSF. Hon var leygardagin kosin besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í mai mánaði.

[object Object]Sunniva Willemoes, saman við venjarinum hjá HB-kvinnunum, Lukasz Cieslewicz  (Mynd: Jakoba Svensdóttir)

Tað eru venjararnir í teimum átta feløgunum í fremstu deildini, ið velja, og tá talt var saman hevði unga havnakvinnan fingið flestar atkvøður.

Henni á baki komu Eyðvør Klakstein og Durita Hummeland úr KÍ, meðan Sara Samson Lamhauge og Julia Naomi Mortensen úr NSÍ, og Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi eisini fingu fitt av atkvøðum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2024

61 Leygardagur 15. juni 2024

Genturnar risastórar avbjóðingar í heyst

Bæði U17- og U19-landsliðið við gentum komu í rættuligar sterkar bólkar í komandi EM-undankappingum

Bæði U17- og U19-genturnar sleppa av álvara at royna seg í heyst, tá EM-undankappingarnar eru á skránni (Mynd: UEFA.com)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fríggjadagin var lutakast um, hvussu spælt verður í komandi EM-undankappingum hjá U17-landsliðnum og U19-landsliðnum við gentum.

Og tað er neyvan ov nógv sagt, at bæði liðini komu í rættuliga sterkar bólkar, og sleppa av álvara at royna seg í heyst.

U17-genturnar komu í bólk A3, saman við Englandi, Niðurlondum og Kekkia. Kappingin verður í Englandi frá 4. til 12. november.

Fyri U19-genturnar háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk A5, saman við Serbia, Eysturríki og Kekkia. Kappingin verður í Serbia frá 25. november til 4. desember.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juni 2024

62 Leygardagur 15. juni 2024

Glottar hóast 3-0 tap fyri Ísrael

Føroyar gjørdust nummar trý í bólkinum og Ísland nummar fýra

(Mynd: CEV.eu)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Silvurligan, menn:

Ísrael - Føroyar 3-0 (25-17, 25-9, 25-19)

Flogbóltslandsliðið við monnum spældi leygardagin ímóti Ísrael í sínum seinasta dysti í Silvurliguni, sum farna vikuskiftið varð spæld í Eysturríki.

Føroyar hingu fast í Ísrael til 8-8 í fyrsta setti, men frá 10-12 gekk heldur skjótt, tá Ísrael gjørdi eitt skarvslop og legði seg á odda 19-11. Fýra á rað til Føroyar pyntaðu eitt sindur um úrslitið, sum gjørdist 25-17.

Var endin á fyrsta setti góður, so var tað sum at fáa vátan vøtt frammaná, tá Ísrael legði seg á odda 10-1 í øðrum setti. Føroyar fótaðu sær tó aftur, og vunnu fimm stig á rað, so munurin fór úr 10 niður í fimm stig. Men góða løtan var tó stokkut, tí Ísrael fór frá 13-8 til at vinna settið 25-9.

Triðja settið gjørdist tað besta hjá Føroyum, sum hesaferð megnaðu at forða Ísrael í longu hálunum upp á fimm og sjey og meira á rað, og bara einaferð megnaði Ísrael at fáa meira enn tvey stig á rað - tá Ísrael fór frá 5-3 til 8-3. Og soleiðis eydnaðist at avmarka tapið av triðja setti til 19-25, sum teir á føroyska liðnum vóru væl nøgdir við.

Toppskorari hjá Føroyum var Bjarni Joensen við 8 stigum, harav 5 vóru uppá smassj, tvey vóru serviess og eitt blokkur.

Sunnudagin skuldu Ísrael og Eysturríki spæla síðsta dystin í bólkaspælinum í Silvurliguni, og greitt var longu, at somu lið møtast aftur í finaluni. Vinnarin flytur upp í Gullliguna og vinnur sær harumframt 40.000 evrur, sum eru knappar 300.000 krónur.

Føroyar gjørdust nr. 3 í bólkinum og Ísland nr. 4.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2024

63 Leygardagur 15. juni 2024

Tríggjar ferðir Jákup Petur

Leif Mohr Kring Føroyar: Hjá kvinnum gjørdist Súsanna Skylv samlaður vinnari. Hjá monnum var tað, triðja árið ár rað, Jákup Petur Eliassen, sum vann samanlagt

(Mynd: Tórshavnar Súkklufelag)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Alt fær ein enda. Eisini Leif Mohr Kring Føroyar 2024. Gott lag, góð kapping, góðir áskoðarar, og góðar pylsur til bæði áskoðarar og súkklarar eftir fimtu og seinastu etapuna.

Hjá kvinnum gjørdist Súsanna Skylv samlaður vinnari. Hjá monnum var tað, triðja árið ár rað, Jákup Petur Eliassen, sum vann samanlagt. 

Streymoyggin var karmur um fimta teinin. Rutan varð broytt nakað vegna verkfallið. Fyriskipararnir praktiseraðu "best fyri flest" soleiðis, at tað bleiv so stutt sum tilber at koma til og frá kappingunum allar fimm dagar. 

Byrjað varð í Havn, og síðan gekk leiðin gjøgnum bergholið til Kollafjarðar og til Hósvíkar, har tað bleiv vent.

Leiðin gekk sama veg aftur til Havnar. Til bygningin hjá Leif Mohr á Hálsi, og síðan skuldu tvey finaluumfør súkklast. 

Sannførandi sigur

Jákup Petur Eliassen kom "i ensom majestæt" til Havnar, og vann sær ein tryggan sigur. Tað gingu 90 sekund áðrenn næsti maður fór um málstrikuna. Sterkur er hann, og skuldi ein venjari givið honum karakter fyri taktikkin, sum hann legði fyri dagin, so var tað til eitt UG. 

Pauli Poulsen var ein av favorittunum undan kappingini, og hesaferð var tað hann, ið kom næstur um málstrikuna. Eisini hann koyrdi skilagott, og við sínari styrki var tað um reppið at taktikkurin eydnaðist - at koyra Jákup Petur innaftur.

Meðan Jákup Petur sá sær ein tjans at avgera dagsins etapu ávegis úr Kollafjarðatunnlinum, so gjørdi Pauli eina roynd at koyra útbrotið innaftur, eftir at ein rættiliga stórur bólkur hevði vent í Hósvík. 

Pauli, Magni Hansen og Bergtór Thorsteinsson settu ferð niðan úr Hósvík, og hendan trio royndi hvat teir kundu at heinta fremstu súkklararnar aftur. Fremstu, tí tað var ein vælkoyrandi Erik Neshamar, sum í fyrstu syftu royndi sleppa avstað. 

Jákup Petur veit at Erik er sterkur, og gjørdi tí eitt alvorligt "rykk", fyri at koyra Erik inn aftur, og síðan koyra frá feltinum saman við honum. 

Ein vinnur ikki í Lotto um ein ikki keypur seðilin, og Erik var leingi við í spælinum um "gullið". Men meðan trioin við Paula á odda nærkaðist, so gingu kreftirnar hjá Erik undan. Løtu seinni fór Pauli fyrst frá Magna og Bergtór, og síðan framvið Erik. 

Maður móti manni, men hetta var dagurin hjá Jákup Petur. Diamantar í beinunum, verður ofta tikið til. Báðir koyrdu sum um ein vissur var í hølunum. Tveir sterkir súkklarar, men tá avtornaði var sami munur sum tað var fyrsta dagin. Góð 90 sekund. Í dag var tað Jákup Petur, ið átti munin, og tað var tí hann, ið vann dagsins etapu. 

Súsanna sigraði

Eisini Súsanna Skylv endurvann sigurin frá í fjør. Í mun til í fjør vóru fleiri kvinnur við í ár. Hetta gleðast fyriskipararnir sjálvandi um. 

Súsanna taldist millum fremstu súkklararnar allar dagarnar. Av øllum luttakarum. Ikki so løgið, eftirsum hon júst hevur vunnið silvur í stórari kapping uttanlands, og eftirsum hon í 2019 vann gull fyri Føroyar í triathlon á oyggjaleikum í Gibraltar, og, fyri tíð síðan, gjørdist DM vinnari í hálvum ironman. Sterk og ágrýtin, og er Súsanna eitt gott dømi um, at nógv og miðvís venjing er vegurin. 

Súsanna Eliassen gjørdist nummar tvey, og Nancy Poulsen nummar trý. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2024

64 Leygardagur 15. juni 2024

Bjarni legði sítt afturat føroyska tónleikinum

Tað er mangan, hesi mongu árini, eg havi hugsað um tey, sum á hvør sín hátt hava lagt sítt til menningina av føroyskum tónleiki. Júst hetta hevur Bjarni Restorff gjørt

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Fríðálvur A. Jensen

Tað er mangan, hesi mongu árini, eg havi hugsað um tey, sum á hvør sín hátt hava lagt sítt til menningina av føroyskum tónleiki.

Júst hetta hevur Bjarni Restorff gjørt, tí gjøgnum góð 40 ár, hevur hann ótroyttiligur verið við í at læra upp føroyska ungdómin, sum í dag kunnu føra hetta víðari.

Eg minnist ofta Bjarna koma til mín, tá eg hevði skrivað ella sagt okkurt um onkra útgávu, at hann júst var ein av hesum, sum ikki var í nøkrum formi fyri arrogansu ella føldi seg raktan, men heldur vildi vera stimbrandi og vildi geva mær dirvi.

Bjarni var lættur at vera saman við, tí hann dugdi hetta við menniskjum og at geva einum ein góðan og stimbrandi áhuga, at geva sítt!

Hann var ikki hesin uppblásti og sjálvglaði, sum førdi seg fram, men var glaður um, í sínum stilla førleika, at kunna geva tað frá sær, sum so mong í dag kunnu takka honum fyri!

Frá ungum árum minnist eg Bjarna, at vera tann, sum visti nógv um tónleik, so eg vil gjarna takka honum fyri, at hann hevur lagt sítt til føroyska tónleikin.

Hann hevði eisini stóran alsk fyri kórtónleiki, so eg kann bara vera ein av mongum, sum kann vera takksamur fyri allar fantastisku konsertirnar, sum Tórshavnar Manskór hava givið okkum!

Her komi eg aftur at hugsa um hetta við tónleikaoyranum – og hvussu hann plagdi at sláa stemmigaffilin, so tónin kundi setast.

Gaffilin er sligin fyri seinastu ferð, men vit eiga minnini eftir ein av okkara frægu - innan føroyska tónleikin.

Vit hava nógv at takka Bjarni Restorff fyri!

Hvíl í friði, vinurin!

Heilsan
Fríðálvur A. Jensen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juni 2024

65 Leygardagur 15. juni 2024

Nógv góð minni renna fram

Tá boðini í gjár komu um, at Bjarni Restorff var farin í annan heim, einans 68 ára gamal, renna nógv góð minni fram

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Tórshavnar Musikkskúli

Tá boðini í gjár komu um, at Bjarni Restorff var farin í annan heim, einans 68 ára gamal, renna nógv góð minni fram.

Bjarni var í gott og væl 40 ár lærari í Tórshavnar Musikkskúla, og tað eru ein ørgrynna av næmingum, sum hava notið gott av hansara musisku gávum.

Sum starvsfelagi var Bjarni góður, hjálpsamur og hjartaligur. Hansara framfýsna lyndi loysti ofta upp fyri møguleikum, og nógvar hugnaligar og stuttligar løtur eru at minnast aftur á.

Bjarni segði sína hugsan beint fram, hann var ein hittinorðaður maður, og hetta fekk mangan smílini fram.

Bjarni hevði serligan alsk fyri tónleiki og at skriva tónleik. Umframt at vera klaverlærari í Tórshavnar Musikkskúla, var Tórshavnar Manskór hansara hjartabarn.

Vit í Tórshavnar Musikkskúla hava nógv at vera Bjarna takksom fyri.

Okkara tankar eru hjá tykkum Poulu, Gunnari og familjuni annars.

Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir minnið um okkara kæra starvsfelaga, Bjarna Restorff.

Tórshavnar Musikkskúli

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juni 2024