Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 22. juni 2024 | Nr. 25 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Nú kostar tað eisini klipp at tosa í telefon

SíÐa 13

1 Leygardagur 22. juni 2024

Góðan lesihug og góða jóansøku

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Meðan vit bíða eftir sumri

Summarið hevur ilt við at finna heim til okkara í ár. Vit eru júst farin um longsta dag, og tað er ikki meir enn tað skýmir um náttina.

Her heima á klettunum skutla vit okkum undan vindinum og stundum er eisini neyðugt at finna sær lívd frá regninum eisini. Og tá so viðhvørt ikki er vindur og regn og hitamátarin hevur hug til at sníkja seg upp móti tvítølunum, ja, so fjalir mjørkin fyri útsýninum – í høvuðsstaðarøkinum, í hvussu so er.

Veðrið má sær sjálvum ráða var gamalt at siga, og tí fara vit ikki á hesum sinni at geva útláti og dálking skuldina fyri at vit einki summar hava fingið enn.

Við sumrinum koma blómurnar, og tær sleppa vit hóast alt at uppliva, hóast sólin ikki hevur verið gávumild við at geva teimum lýðku.

Men tað eru eisini aðrar blómur enn tær, vit síggja í haga, bøi og urtagarði.

Her hugsa vit um ungfólkini, sum í hesum døgum fáa húgvu setta á høvdið, sum váttan fyri at próvbrævið er fingið í hús.

Hendan tíðin er altíð lívsjáttandi. Vit uppliva ungdómin við glógvandi vónum um, at verðin stendur opin fyri teimum, og at møguleikarnir eru ríkir og framtíðin bjørt. Ja so glógvandi, at vit aftra okkum við at nevna tær forðingar og teir vandar, ið kunnu koma í vegin fyri teirra dreymum. Hóast tað ikki er heilt lætt, nú vesturlendskir ráðharrar eru farnir at garta upp við, at vit mugu fyrireika – preppa – okkum ímóti krígsvanda og syrgja fyri at eiga nóg mikið av dósamati, turrmati, battaríum, vesipappíri og drekkivatni heima við hús. Fyri ikki at tosa um jodtablettirnar, sum á onkran hátt fyri nógv eru blivnar bjargingin móti, at vit ikki skulu doyggja av einum kjarnorkuálopi. Jú, tað er nógv vit ikki fata.

Men latið okkum ikki órógva av slíkum dómadagshóttanum.

Summarið er ein vónrík tíð. Tann ljósa tíðin, verður brúkt til at løða hold og sinni uppaftur til at standa ímóti enn einum vetri her á 62. breiddarstigi. Tað gera vit við eitt nú at søkja gott veitslulag á summarstevnum og -søkum, har vinarbond verða røkt og nýggj verða knýtt.

Hetta vikuskiftið er jóansøka í Vági – miðsummarstevnan, sum aðrastaðni í norðurlondum eisini er stórur veitsludagur, har dansað verður summarnáttina á tamb.

Kanska hendir tað eisini í Vági í kvøld. Vónandi fara fólk at hugna sær uttan at vera alt ov nógv órógvað av, at summarið ikki rættiliga vil koma, og vónandi eru tað enn nýklaktar pisur, sum nýta júst hesa stevnuna til at bjóða lívinum av.

Til lukku allar pisur og góða jóansøku.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2199

    Lisnar síður: 8943

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 22. juni 2024

Hvalbingar søgdu nei til samanlegging

Tepur meiriluti ímóti. 189 vildu gjarna leggja saman, meðan 220 søgdu nei. Stórur meiriluti fyri í Tvøroyrar kommunu

Kristin Michelsen sleppur ikki at skriva undir enn. Talan var um vegleiðandi fólkaatkvøðu
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Søgulig fólkaatkvøða  var í norðasta parti av Suðuroynni leygardagin. Borgarar í Tvøroyrar kommunu og í Hvalbiar kommunu sluppu at taka støðu til, um hesar kommunurnar skuldu leggja saman ella ikki.

Áhugin fyri at fara á val í størru kommununi var ikki so stórur. Tó vóru yvir 62 prosent av teimum við valrætti á vali. Ein stórur meiriluti - nærum tríggir fjórðingar vóru fyri.

Hetta hjálpir tó sum so einki, tí ikki nóg stór undirtøka er millum fólk í Hvalba og Sandvík um samanlegging. 

Ikki tí; heilt nógv vóru á vali í Hvalbiar kommunu, og nógv atkvøddu eisini fyri at leggja saman við stórru kommununi. 93 prosent av teimum við valrætti í Hvalbiar kommunu greiddu atkvøðu, og 189 søgdu ja. Men 220 av teimum 409 fólkunum søgdu nei, og harvið er uppskotið felt.


Úrsltiini og valluttøkan:



Tvøroyri úrslit:
JA til samanlegging:      632, svarandi til 73,7% av teimum sum hava valt
NEI til samanlegging:     222, svarandi til 25,9% av teimum sum hava valt
Ógildigar:                          4, svarandi til  0,4% av teimum sum hava valt

Vælrætt: 1.376
Á valið: 858
Valluttøkan: 62,4%



Hvalba úrslit:
JA til samanlegging: 189, svarandi til 46% av teimum sum hava valt
NEI til samanlegging: 220, svarandi til 54% av teimum sum hava valt

Vælrætt: 
Á valið: 409
Valluttøkan: 93%

Kelda: Tvøroyrar kommuna


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2024

3 Leygardagur 22. juni 2024

Virða úrslitið av fólkaatkvøðuni

Hvalbiar kommuna segði nei til samanlegging, og borgarstjórar í Hvalbiar og Tvøroyrar kommunum siga, at teir virða úrslitið – Men talan var bert um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu

Janus Thomsen, bortarstjóri í Hvalbiar kommunu (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ein meiriluti í Hvalbiar kommunu atkvøddi í gjár ímóti kommunusamanlegging, meðan ein meiriluti í Tvøroyrar kommunu atkvøddi fyri. Sostatt er ikki líkt til, at kommunurnar verða lagdar saman á hesum sinni.

Talan var tó bert um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, og verður tað upp til kommunustýrini í teimum báðum kommununum at avgera, um tær skulu leggja saman.

Borgarstjórar í teimum báðum kommununum, Janus Thomsen og Kristin Michelsen, søgdu við Kringvarpið valvøldið, at teir virða úrslitið av fólkaatkvøðuni.

Janus Thomsen sigur, at hann persónliga fer at virða úrslitið av fólkaatkvøðuni, men tað veldst nú um, hvat bygdaráðið sigur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2024

4 Leygardagur 22. juni 2024

Kongsvitjanin útsett eitt ár

Løgmansskrivstovan og Kongshúsið hava avgjørt, at útsetta kongshjúnavitjanin verður í døgunum 11. til 13. juni 2025

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður ikki fyrr enn næsta summar, at kongshjúnini koma til Føroya á vitjan.

Løgmansskrivstovan og Kongshúsið hava avgjørt, at úsetta kongshjúnavitjanin verður í døgunum 11. til 13. juni 2025. 

Nógv fólk løgdu orku í at seta saman eina spennandi og fjølbroytta skrá til vitjanina, sum upprunaliga skuldi vera 12. til 14. juni í ár. Ætlanin er at halda fast í somu skrá til vitjanina næsta summar, tá ið kongshjúnini fara at vitja í Tórshavn, Vági, Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði, sigur Løgmansskrivstovan.

Hetta verður fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani Fríðrikur kongur tók við trónuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2024

5

Størv

Leiðari til Keyp Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Roknskaparfólk til fíggjardeildina

Meira Umsóknarfreist: 24. november 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024
6 Leygardagur 22. juni 2024

Mikkeller skipar fyri ølfestivali í Føroyum

Mikkeler Beer Celebration Faroe Islands verður í Silo á Vestaru bryggju í Havn í oktober

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í døgunum 11. og 12. oktober skipar kenda danska mikrobryggjaríið, Mikkeller, á fyrsta sinni fyri sínum kenda ølfestivali, Mikkeller Beer Celebration, í Føroyum.

Festivalurin verður hildin í Silo á vestaru bryggju í Havn. Her verður møguleiki at smakka øl frá umleið 25 bryggjaríum frá øllum heiminum – ofta við sjáldsomum ølum og ølum, sum eru bryggjaðar serliga til høvið.

Fyrr í ár var altjóða ølfestivalurin hildin í Keypmannahavn á 14. sinni við yvir 10.000 luttakandi ølelskarum. Mikkeller Beer Celebration hevur fyrr verið hildin í Boston eina ferð og í Tokyo tvær ferðir. Føroyar verða sostatt fjórða stað í heiminum, sum hýsir hesum altjóða ølfestivali.

[object Object]Mikkel Bjergsø, stovnari av Mikkeller, hevur skipað fyri fleiri slíkum ølfestivalum

Hetta tí at Tórshavn hevur eitt serligt pláss í hjartanum á Mikkeller-stovnaranum, Mikkel Bjergsø. Í 2017 lat hann upp Mikkeller Bar í Havn í samstarvi við Johannes Jensen, stjóra í Gist & Vist. Mikkel Bjergsø hevur vitjað í Føroym oftani, og hann er eisini ein av fólkunum haandan lokala OY bryggjaríið, sum eisini er við til at skipa fyri festivalinum.

- Føroyar eru eitt gandakent stað við hugtakandi náttúru og einum dárandi fólkaslagi. Mær dámar eisini føroysku matmentanina. Ongastaðni í heiminum hevur tú eina so stóra miðsavnan av kulinariskum upplivingum, tí var tað natúrligt at flyta okkara ølfestival til Føroya. Tað verður ein uppliving fyri føroyingar og tey hepnu ferðafólkini, sum fáa møguleika at smakka nakrar av heimsins bestu øl í slíkum umstøðum, sigur Mikkel Bjergsø, stjóri í Mikkeller.

Festivalurin er í fýra setum á tríggjar tímar, har luttakararnir fyri 475 krónur hava møguleika at smakka tað øl tey hava hug til frá teimum umleið 25 luttakandi bryggjaríunum. Tað er eisini møguligt at keypa atgongd til allar fýra seturnar fyri 1450 krónur. Umframt ølsmakkingarnar, verður undir ølfestivalinum skipað fyri siglitúrum, rennitúrum, hiking og serligum smakkingum á Mikkeler Bar heima í Havn.

Millum luttakandi bryggjaríini eru víðakend bryggjaríð so sum amerikanska Moksa, belgiska Bofkont, lettiska Ārpus og amerikanska 3 Sons. Eisini verða bryggjarí frá Danmark, Svøríki, Grikkalandi, Polandi, Íslandi og Føroyum. 

Mikkeler Beer Celebration Faroe Islands roknar við umleið 1.200 vitjandi gestum. Atgongumerki kunnu keypast her. Meira um skránna her

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2024

7 Leygardagur 22. juni 2024

Andreas rúmdarmaður til Føroya í september

Fer tá at handa Merkið, hann hevði við sær í rúmdini, til Tjóðsavnið og slipsið aftur til Heinesen familjuna

Andreas Mogensen handar grønlendska flaggið, Erfalasorput, sum hann hevði við sær í rúmdini, til stjóran á grønlendska tjóðarsavninum, Daniel Thorleifsen (Mynd; Sermersooq kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Heimskendi rúmdarfararin, Andreas Mogensen, hevur í hesi vikuni verið í Grønlandi har hann greiddi frá rúmdarferð sínari og hevði framløgur hvussu Grønland og vinnulívið har kann fáa gagn av rúmdarvinnuni.

Hann var stórliga fagnaður, ikki minst tá hann handaði grønlendska flaggið, sum hann hevði við sær úti í rúmdini, til stjóran á grønlendska tjóðsavninum, Daniel Thorleifsen. 

Andreas Mogensen kemur til Føroyar á vitjan 23. september, og her fer hann at handa Merkið, sum hann hevði við sær í rumdini til okkara Tjóðsavn, og hann fer at handa slipsið hjá William Heinesen aftur til Heinesen familjuna. Harafturat fer Andreas Mogensen at halda fyrilestrar á Føroya Tele og Glasir og heilsa upp á m.a., Landsstýri og Tórshavnar býráð, upplýsir Johan Mortensen, sum er millum stigtakararnar av vitjanini.

[object Object]Andreas Mogensen við teimum trimum fløggunum í ríkisfelagsskapinum í bakgrundini umborð á altjóða rúmdarstøðini (Savnsmynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2024

8 Leygardagur 22. juni 2024

Hevði yvir 30.000 myndir og filmar við barnapornografiskum innihald

Ein maður í fimmtiárunum er dømdur fyri at hava hetta í varðveiðslu, fyri at deila ein part og fyri at hava viðvirka til neyðtøkuroynd av børnum. Avgerð fall í Føroya Rætti í vikuni

Skuldsetti maðurin nýtti sosiala miðlin X til at eggja og vegleiða onnur til neyðtøkuroynd av børnum (Mynd: Føroya Rættur)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein maður í fimmtiárunum varð í Føroya rætti í vikuni dømdur hálvt triðja ára treytaleysa fongsulsrevsing eina røð av brotum á revsilógina, sum snúgva seg um barnapornografi á netinum og neyðtøku av børnum.

Talan er um mál, ið snýr seg um barnaporno og eggjan til kynsliga misnýtslu av børnum. 

Føroya Politi upplýsir, at maðurin í januar varð handtikin og skuldsettur fyri at fremja kynslig brotsverk á internetinum.

Í sambandi við handtøkuna, bleiv ein húsarannsókn eisini framd og hald varð lagt á ymsar teldulutir. Tann skuldsetti hevur verið varðhaldsfongslaður síðan handtøkuna, og kanningararbeiðið. Tað var ikki tespiligt, hvat viðkomandi hevði av tilfararið liggjandi.

- Maðurin er millum annað skuldsettur fyri at hava deilt yvir 50 myndir og filmar við barnapornografiskum innihaldi, og at hava í varðveitslu yvir 30.000 myndir og filmar við barnapornografiskum innihaldi.

Maðurin var eisini skuldsettur fyri at í fýra umførum at hava viðvirkað til roynd at neyðtaka børn undir 12 ár. Hetta fór fram á sosiala miðlinum Twitter - nú nevnt "X".

Hann varð skuldsettur fyri at hava eggjað aðrar brúkarar uttan fyri Føroyar at neyðtaka børn og at vegleða hesar persónar um, hvørjar kynsligar gerðir teir skuldu gera móti børnunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2024

9 Leygardagur 22. juni 2024

Fyrireika yvirtøku av landslæknaembætinum

Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri danskar og føroyskar myndugleikar er settur at fyrireika yvirtøkuna – uppgávan hjá arbeiðsbólkinum er at gera eina frágreiðing, sum lýsir øll viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri yvirtøkuna, og væntast frágreiðingin at verða liðug í desember

Fyrsti fundur í arbeiðsbólkinum var í vikuni í Heilsumálaráðnum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum, er farin undir arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna av landslæknaembætinum. Talan er um eitt víðfevnandi arbeiði, sum krevur nágreiniligar lýsingar og væntandi fleiri avtalur um samstarv innan økið millum føroyskar og danskar myndugleikar.

– Tað er at fegnast um, at farið er undir arbeiðið. Við Heilsustýrinum og landslæknanum fáa vit ein sterkan fakmyndugleika innan heilsuøkið í Føroyum, ið kann ráðgeva landsstýri, kommunum og almennum myndugleikum í heilsuspurningum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum.

Ein arbeiðsbólkur er settur at fyrireika yvirtøkuna. Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri føroyskar og danskar myndugleikar. Indenrigs- og sundhedsministeriet, Styrelsen for Patientsikkerhed og Statsministeriet umboða danskar myndugleikar og Løgmansskrivstovan og Heilsumálaráðið umboða føroyskar myndugleikar í arbeiðsbólkinum. Fyrsti fundur í arbeiðsbólkinum var hósdagin í Heilsumálaráðnum.

Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum er at gera eina frágreiðing, sum lýsir øll viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri yvirtøkuna.

Farið verður undir at útgreina og lýsa nærri, hvat liggur í yvirtøkuni av landslæknaembætinum, hvørji øki náttúruliga hoyra til hesa yvirtøkuna, hvar markið gongur ímillum donsk og føroysk málsøki, og hvørjar fíggjarligar avleiðingar verða mettar at vera av yvirtøkuni.

Í sambandi við at yvirtøkan av landslæknaembætinum verður fyrireikað, er avgerð tikin um, at taka onnur viðkomandi málsøkir við í útgreiningararbeiðið. Sostatt skal frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum um yvirtøku av landslæknaembætinum eisini lýsa, hvat liggur í yvirtøku av málsøkjunum; tvingsil í psykiatriini, sjúklingarættindi, euforiserandi evnir, vísindasiðseminevndin, hjálp fyri barnloysi, burðarhjálp og kæru- og endurgjaldsmøguleikar.

Frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum skal brúkast sum grundarlag, tá Føroya Landsstýri skal taka støðu til, hvørt málsøkini skulu yvirtakast.

Í tíðarætlanini fyri arbeiðið, eru tveir fundur ásettir afturat í ár. Eftir ætlan verður arbeiðsbólkurin liðugur við frágreiðingina í desember í ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2024

10 Leygardagur 22. juni 2024

19.416 húski í Føroyum

Meðan fólkavøksturin hevur verið um 0,7 prosent hetta seinasta árið, er talið av húskjum vaksið við 1,8 prosentum

Íbúðir úti á Fløtum í Havn - ein av fleiri íbúðabygningum, ið eru komnir innan fyri hesi seinastu árini (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað hevur verið støðugur vøkstur í talinum av húskjum í Føroyum seinastu tíðina.

Hetta seinasta árið frá mai 2023 til mai 2024, eru skrásett 351 fleiri húski. Úr 19.065 í mai 2023 til 19.416 í mai í ár.

Um vit hyggja eftir fólkavøkstrinum hetta sama ársskeiðið, so vaks talið av borgarum í Føroyum við 383 úr 54.300 í mai 2023 til 54.683 í mai í ár.

Altso vaks fólkatalið við 0,7 prosentum, meðan talið av húskjum vaks við 1,8 prosentum.

Hetta má vera tekin um, at tað eru bygd og fingin til vega fleiri býli, enn talið av íbúgvum í landinum er vaksið.

Nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni yvir húski vísa eisini, at nógv tey flestu húskini eru einsamøll fólk.

Í 5.175 av teimum 19.416 húskjunum búgva bert eitt fólk. Hetta svarar til 26,7 prosent, væl meira enn ein fjórðing av øllum húskjunum.

Tølini hjá Hagstovuni vísa eisini, at í 65 prosentum av húskjunum í Føroyum búgva bert vaksin og eingi børn.

Fram til umleið 2019 búðu tvey vaksin í flestu húskjum. Men nú eru tað húski við bert einum vaksnum, sum tað er flest av, og hesin parturin er vaksin munandi seinastu tíðina. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2024

11 Leygardagur 22. juni 2024

Byggja nýggja farstøð í Havn

Hósdagin varð fyrsta asfaltið loyst á molanum í Havn, har nýggj farstøð og høvuðssæti til Smyril Line skal byggjast

(Mynd: Smyril Line)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hósdagin varð fyrsta asfaltið loyst á molanum, har Smyril Line og Tórshavnar kommuna saman við Tórshavnar havn byggja nýggja farstøð og høvuðssæti til Smyril Line.

Felags nútímans verkætlanin, ið verður 8.054 fermetrar til støddar, fevnir um farstøð við landgongubrúgv og check-in, umframt størri pakkhús og skrivstovuhøli til Smyril Line eins og høli til tollarar.

Tað var í juni 2021, at umboð fyri Smyril Line og Tórshavnar kommunu skrivaðu undir samstarvsavtalu um at byggja goymslu- og skrivstovuhøli til Smyril Line og ferðafólkaterminal til Tórshavnar havn. Verkætlanin skal verða liðug á sumri í 2026.

Tað eru Articon, Henning Larsen Arkitektar, LBF Ráðgevandi verkfrøðingar, PBC og Verk.fo, sum í felag standa fyri verkætlanini.

[object Object]Frá vinstru Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, Niclas Joensen, fíggjarstjóri í Articon, Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri (Mynd: Smyril Line)

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2024

12 Leygardagur 22. juni 2024

Eysturkommuna: Tvær verkætlanir av álvara farnar í gongd

Mikudagin varð fyrsta flagið loyst í sambandi við út- og umbyggingina av Læknamiðstøðini, og síðani varð hakin setttur í til íbúðirnar í verkætlanini "Eyðabø"

Mikudagin hevði Per Martin Gregersen úr at gera við at loysa fløg. Her saman við Dávidi Jacobsen. Arbeiðið við íbúðunum fer eftir ætlan at vera liðugt í 2026 (Mynd: Eysturkommuna)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mikudagin hevði Per Martin Gregersen úr at gera við at loysa fløg. Fyrst var tað í Gøtudali.

Tá varð fyrsta flagið loyst í samband við út- og umbyggingina av Læknamiðstøðini í Gøtudali. Tað var borgarstjórin Per Martin Gregersen, sum loysti flagið. Articon stendur fyri arbeiðnum, sum Teknistovan í Gøtu hevur teknað.

Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt við ársenda í ár. Harvið verður aftur møguligt hjá øllum borgarunum í Eysturkommunu at greiða síni læknaviðurskifti í viðtaluni í Gøtudali, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Meira kann lesast um verkætlanina her

[object Object]
Borgarstjórin í gongd í Gøtudali (Mynd: Eysturkommuna)

Hakin varð eisini settur í til verkætlanina Eyðabø. Her var tað Dávid Jacobsen, nevndarformaður í Pf. Varðanum, sum loysti flagið saman við Per Martini Gregersen.

Verkætlanin Pf. Eyðabø fevnir um 34 íbúðir, sum koma at liggja upp at eldrasambýlinum Gøtubrá. Byggifyritøkan Pf. Búsetur er arbeiðstakari til verkætlanina, sum Pf. Varðin stendur fyri, og  Spf. Henning Larsen arkitektar hava teknað.

Arbeiðið við íbúðunum fer eftir ætlan at vera liðugt í 2026.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2024

13 Leygardagur 22. juni 2024

Nú kostar tað eisini klipp at tosa í telefon

Seks fólk í norðurøkinum støðgað fyri at halda í telefonini, meðan tey koyrdu

Løgreglan gjørdi málrættað ferðsluátak í norðurøkinum
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mánadagin gjørdi løgreglan málrættað ferðsluátøk í Norðurøkinum. Eitt nýtt í ferðslulógini er, at um ein "tosar í handhildnari telefon" - tað vil siga heldur í telefonini, meðan ein koyrur, so gevur tað bót og klipp.

Áður hevur tað bert kostað eina bót. Bótin er eisini hækkað við 500 krónum: Upp í 1.000 krónur

Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsti týsdagin, at seks mál um hetta vórðu uppskrivað mánadagin. Harvið var tað dýrt at nýta telefonina í teimum løtunum hjá bilførarunum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2024

14 Leygardagur 22. juni 2024

Stór kanning av føroyingum við diabetes 2

Fólk millum 40 og 70 ár við diabetes 2 kunnu melda seg. Helmingurin av teimum skal spæla fótbólt í 14 vikur, hini skulu ikki, og so verða úrslitini samanborin

May-Britt Skoradal stendur fyri verkætlanini. Her saman við Magna Mohr, professara, sum hevur arbeitt nógv við hesum evninum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fróðskaparsetur Føroya og Steno Miðstøðin í Sjúkrahúsverki Føroya fara nú undir eina stóra kanning av fólki við diabetes 2. Hetta er fyri at fáa staðfest ávirkanina, sum heilsufótbóltsspæl hevur á heilsustøðuna. Fótbóltssamband Føroya er eisini partur av verkætlanini.

Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum og Steno Miðstøðin í Sjúkrahúsverki Føroya hava sent meira enn 800 brøv til fólk við diabetes 2. Hetta varð gjørt gjøgnum Mínboks.

Fólkini eru millum 40 og 70 ár. Endamálið er at bjóða teimum at vera við í eini stórari kanning av, hvørja ávirkan samansett venjing, sum ein fær við fótbóltsspæli, hevur á heilsuna hjá fólki við diabetes 2.

- Talan er um eina sokallaða inverventiónskanning, har tey, sum melda seg til, tilvildarliga verða býtt í tveir bólkar, ein heilsufótbóltsbólk og ein kontrollbólk. Heilsufótbóltsbólkurin skal spæla fótbólt í 14 vikur, og kontrollbólkurin heldur fram at røra seg sum vanligt.

Bæði áðrenn og eftir hesar 14 vikurnar verða nógvar og somu kanningar gjørdar av øllum luttakarum fyri at staðfesta, hvørja ávirkan heilsufótbóltsspælið hevur havt.

Talan er um rímiliga vanligan hátt at kanna ávirkan av venjing. Venjingarnar fara at vera ymsastaðni kring landið.  Verkætlanin byrjar 1. august og heldur fram til miðjan desember, boðar Fróðskaparsetrið frá.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2024

15 Leygardagur 22. juni 2024

Knassar fáa nýggjan stjóra

Bárður Kass Nielsen er nýggjur stjóri í Knassum, sum reka Portalin. Niklái Nysted heldur fram í felagnum

Bárður Kass Nielsen er nýggjur stjóri í Spf. Knassum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Spf. Knassar, sum rekur Portalin og lýsingaskipanina Vevlýsingar, hevur fingið nýggjan stjóra. Bárður Kass Nielsen, sum hevur verið partur av felagnum umframt nevndarformaður seinastu árini og kennir felagið væl, er blivin stjóri.

Hetta er ásannandi, at felagið er blivið stórt og tað krevur nógva orku at reka. Niklái Nysted heldur fram í felagnum, og við leiðslubroytingini kann hann hugsavna seg um nýggjar verkætlanir sum eru í gongd, umframt víðarimenning.

Nýggj nevndarforkvinna er Ingvør Dalbø Mikkelsen. Hon hevur sitið í nevndini síðani Spf. Knassar yvirtók Portal.fo í 2013.

Pf. Varðin eigur 50 prosent, meðan Niklái Nysted og Jón Nysted eiga hvør síni 25 prosent í Spf. Knassum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2024

16
Leygardagur 22. juni 2024

Semja við Noreg og Bretland um makrelin

Afturfyri eina lítla minking av partinum, fáa Føroyar rættindi at veiða meira av sínum parti í bretskum og norskum sjógvi

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyar, Bretland og Noreg hava í vikuni undirritað semju um at býta makrel.

Dennis Holm, landsstýrismaður, góðkendi semjuna eftir ráðførslu í Løgtingsins uttanlandsnevnd.

Sambært semjuni verður føroyski luturin 12 prosent av mest loyvdu veiðu. Harumframt fáa Føroyar rætt  at veiða 35 prosent av sínum luti í bretskum sjógvi og 40 prosent av sínum luti í norskum sjógvi. 

Í mun til makrelsemjuna frá 2014, so er talan um eina minking í føroyska lutinum frá 12,6 til 12,0 prosent av mest loyvdu veiðu. Viðvíkjandi atgongd er hinvegin talan um eina øking í rættinum at veiða í bretskum og norskum sjógvi. Atgongdin til at veiða í bretskum sjógvi økist úr 30 upp í 35 prosent, og í norskum sjógvi úr 35 upp í 40 prosent. 

Hóast føroyski luturin av mest loyvdu veiðuni minkar, so hevur makrelsemjan, orsakað av øktari atgongd, á leið sama virði sum makrelsemjan frá 2014. 

Dennis Holm, landsstýrismaður, sigur, at atgongdin til at fiska makrel serliga í bretskum sjógvi, men eisini í norskum sjógvi, hevur stóran týdning fyri makrelfiskiskapin hjá føroysku skipunum. Skipini kunnu nú fiska ein munandi part av makrelinum, tá hann er bestur til matna, og hevur hetta stóra ávirkan á prísin, umframt at hetta skapar økt virksemi á føroysku uppsjóvarvirkjunum. Afturat hesum ger atgongdin, at vinnan kann leggja sítt virksemi skynsamari til rættis ígjøgnum árið.

Landsstýrismaðurin leggur afturat, at tað er eitt stórt framstig, at tað nú, aftaná drúgvar samráðingar, er eydnast Føroyum, Bretlandi og Noregi at gera semju um makrelstovnin. Semjan hevur stóran týdning, ikki einans fyri at varðveita makrelstovnin, men eisini fyri at framtíðartryggja føroyskan fiskiskap eftir makreli. 

At tað nú er eydnast hesum trimum londum at gera eina semju, birtir vón um, at tað við tíðini fer at eydnast at fáa hini strandarlondini, ES, Ísland og Grønland, við í eina semju, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður. 

Semjan kann heintast her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2024

17
Leygardagur 22. juni 2024

Fiskavøruútflutningurin vaksin 84 milliónir krónur

Útflutningurin av laksi, fóðuri, fiskamjøli og lýsi gongur fram

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í tíðarskeiðnum mai 2023 til apríl 2024 varð útflutt fyri tilsamans 12,8 milliardir krónur. Útflutt var fyri 12,1 milliard av fiskavørum.

Tað eru 449 milliónir krónur –  3,4 prosent - minni enn sama tíðarsekið árið fyri, tó er útflutningurin av fiskavørum vaksin 84 milliónir, 0,7 prosent, skrivar Hagstovan.

Útflutningurin av laksi, fóðuri, fiskamjøli og lýsi gongur fram, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur ella stendur í stað. Minkingin í bólkinum "Ikki fiskur" stavar fyri tað mesta frá minni útflutningi av brennievni og skipum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Útflutningurin av laksi er vaksin 319 milliónir krónur. Virðið er vaksið við seks prosentum, og nøgdin við trimum prosentum.

Vørur, sum toga útflutningin uppeftir, eru fiskamjøl, lýsi og vørur ikki til mannaføði - eitt nú slógv og fóður. Her er vøksturin 411 milliónir krónur, skrivar Hagstovan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2024

18
Leygardagur 22. juni 2024

Fyrsti túrur hjá Vesturbúgvanum var brúkiligur

Nýggjasti trolarin í føroyska flotanum landaði mánadagin gulllaks á Toftum

(Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Tað er nýtt og øðrvísi hjá okkum at trola eftir gullaksi við lemmum. Tí ganga óivað nakrir dagar áðrenn vit fáa stilla fiskireiðskapin inn, so hann riggar best til okkara vinnu.

Mánamorgunin landaði Vesturbúgvin, nýggjasti trolarin í føroyska flotanum, gulllaks á Toftum. Meginpartur av veiðuni var landaður í kør meðan tey síðstu tonsini fóru í ein serbygdan tangabil. Fiskurin var síðani koyrdur til Tavuna í Leirvík, sum arbeiðir fiskin.

- Vesturbúgvin kom til landið 6. mai. Hóast skipið er í sera góðum standi, so er altíð ymiskt, sum skal gerast, tá ið brúkt skip koma í føroyska flotan. Harafturat skuldi skipið riggast til okkara fiskiskap.

Tað sigur skiparin Jóhannes í Skálum.

- Tá skipið var klárt at fara til fiskiskap, var verkfall, og tí sluppu vit ikki avstað. Vit gjørdu tó ein stuttan túr, fyri at royna skipið og útgerðina, og tað riggaði væl, sigur hann.

- Hetta er fyrsti veruligi túrur hjá okkum. Vit royndu suðuri móti bretska markinum, og fingu góð 90 tons av gullaksi í fýra dagar. Veðrið var vánaligt, so vit fingu ikki fiskað alla tíðina, so túrurin var brúkiligur, sigur Jóhannes.

- Tað er nýtt og ørvísi hjá okkum at trola eftir gullaksi við lemmum. Tí ganga óivað nakrir dagar áðrenn vit fáa stilla fiskireiðskapin inn, so hann riggar best til okkara vinnu, sigur Jóhannes í Skálum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2024

19
Leygardagur 22. juni 2024

Leggja seinastu hond á nýggja Finn Fríða

Tað gongur framá at gera nýggja Finn Fríða lidnan, hósast skipið er seinkað eitt hálvt ár

Nýggi Finnur Fríði í dokkini hjá Karstensens skipasmiðjuni í Skagen (Mynd: Karstensens Skibsværft)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Nýggi Finnur Fríði liggur nú í dokkini hjá Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, og nú nærkast til skipið kemur í føroyska flotan.

Tað var í desember í 2021, at Varðin undirskrivaði sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna um at byggja ein nýggjan og framkomnan Finn Fríða.

Eftir ætlan skuldi skipið handast Varðanum í januar í ár, men ymiskar seinkingar hava verið, og tí er skipið framvegis ikki handað Varðanum, men nú nærkast av álvara til skipið kemur til Føroyar.

Tað er tó ikki heilt greitt júst nær skipið kemur, men frá Varðanum verður upplýst at man væntar at skipið kemur í juli mánaði.

Nýggi Finnur Fríði verður heili 88 metrar langur, og 16,50 metrar breiður. Skipið fer at lasta umleið 3.000 tons av uppsjóvarfiski. Prísurin á nýggja Finn Fríða liggur um 340 milliónur krónur.

Gamli Finnur Fríði, sum ætlanin var at selja, hevur nú fingið navnið Tróndur í Gøtu. Hetta skipið er bygt í Noregi í 2003.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2024

20
Leygardagur 22. juni 2024

Veiðan eftir gulllaksi kann hækka komandi ár

Hinvegin mælir ICES til at føroyingar gevast við at fiska longu

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, kunngjørdi 7. juni nýggjastu ráðgevingina fyri veiðuna í 2025 fyri ymiskar fiskastovnar á djúpum vatni.

Flestu av hesum fiskastovnunum eru at finna í fleiri havøkjum, og eru tí roknaðir sum sokallaðir felagsstovnar.

ICES mælir til, at veiðan av gulllaksi í 2025 kann vera í mesta lagi 18.966 tons í ICES øki 27.5b6a, sum er í føroyskum sjógvi og vestan fyri Skotland. Hetta er ein øking á 7 prosent í mun til tilmælið fyri í ár.

Hóast fiskiskapurin eftir flestu fiskasløgum undir Føroyum verður stýrdur við eini fiskidagaskipan, verður gulllaksafiskiskapurin stýrdur við kvotaskipan. Ongin millumlanda avtala er um kvotabýtið av gulllaksi í økinum í føroyskum sjógvi og vestan fyri Skotland.

Føroyar áseta sær vanliga tveir triðingar av tilmældu veiðuni.

Fyri aðrar felagsstovnar mælir ICES til, at veiðan fyri brosmu lækkar 11 prosent í mun til tilmælið fyri 2024 og fyri blálongu hækkar tilmælið 2 prosent. Tilmælið fyri svartkalva lækkar 9 prosent, meðan tilmælið fyri stóra kongafisk hækkar 14 prosent.

ICES mælir frá at fiska longu

ICES mælir til, at longa, sum er ein serføroyskur stovnur, als ikki verður fiskað undir Føroyum í 2025.

Tilgongdin seinastu árini hevur verið óvanliga lítil, og gýtingarstovnurin er tí farin undir niðasta vandamark (Blim), sum er 9.340 tons.

Veiðustýstið er framvegis høgt. Hetta er tí ein álvarsom støða fyri longuna undir Føroyum, skrivar Havstovan. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2024

21
Leygardagur 22. juni 2024

Brúkiligur fiskiskapur eftir gulllaksi

- Fiskiskapurin eftir gulllaksi hevur verið brúkiligur hiðartil í ár. Síðstu túrarnir hava bæði verið skjótir og góðir, so tað er hugaligt, sigur Anfinn Egholm, skipari á Skoraberg

(Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Fiskiskapurin eftir gulllaksi hevur verið brúkiligur hiðartil í ár. Síðstu túrarnir hava bæði verið skjótir og góðir, so tað er hugaligt.

Skoraberg og Fuglberg eru annað parið, sum roynir eftir gulllaksi hesa tíðina av árinum. Hitt parið er Polarhav og Stjørnan. Eysturbúgvin og Vesturbúgvin royna eisini eftir gulllaksi, men teir royna við lemmum, tvs. hvør sær.

Í vikuni landaðu Skoraberg og Fuglberg 240 tons í Klaksvík eftir fýra døgum.

- Fiskiskapurin eftir gulllaksi hevur verið brúkiligur hiðartil í ár. Síðstu túrarnir hava bæði verið skjótir og góðir, so tað er hugaligt. Tað sigur skiparin á Skoraberg, Anfinn Egholm.

- Vit hava roynt mest suður móti bretska markinum, og støddin hevur verið góð. Hini skipuni royna eisini mest har suðuri, sigur hann.

- Tavan í Leirvík keypir allan fiskin, og vit fáa 6 krónur fyri kilo. Fáa vit uppí kørini í 4-5 dagar, so eru túrarnir í lagið, sigur Anfinn.

- Meðan verkfallið var, landaðu vit tveir túrar í Noregi. Har fingu vit 5,36 fyri kilo. Tað var ov lítið, tí nógv tíð og olja fór til sigling. Tíbetur var veðrið gott, so siglingin gekk væl, sigur Anfinn.

Skoraberg og Fuglberg vóru á Toftum eftir ísi hóskvøldið. Anfinn segði, at teir ætlaðu suður aftur móti markinum at royna.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2024

22
Leygardagur 22. juni 2024

Stóragjógv komin til Toftir

Danski sleiparin, Valdemar, kom í morgun á Toftir við fóðurflaka til Bakkafrost

(Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Týsmorgunin kom danski sleiparin Valdemar á Toftir við fóðurflakanum Stóragjógv. Hann hevur í fleiri dagar sleipað Stórugjógv úr Stettin í Polandi, har flakin er gjørdur.

Fóðurflakin, sum er seldur Bakkafrosti, var lagdur at bryggju á Toftum, har okkurt smávegis skal gerast, áðrenn hann verður lagdur við aliringarnar út fyri Stórugjógv á Nesi.

Tað er GroAqua á Kambsdali, sum hevur gjørt flakan í Polandi. Teir eru serkønir í at gera fóðurflakar og ymiska útgerð til alivinnuna.

Flakin er 33 metrar langur, 13 metrar breiður, hevur 12 linjur, (tangar) og tekur 700 tons av fóðri.

Flakin verður drivin við ravmagni frá SEV, og er tí so grønur sum gjørligt. Hann hevur eisini motorar, sum veita streym, um streymurin úr landi verður burtur.

Inni í flakanum er eitt rúm har telduútgerð, borð, lítil køkur og annað er, sum alarnir nýta. Niðri undir  standa motorarnir og onnur útgerð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2024

23
Leygardagur 22. juni 2024

Føroyar eitt pláss upp á hvítalista

Vit liggja á 29. plássi á listanum yvir trygg flagglond, sum tryggja at øll viðurskifti umborð á skipunum eru í tráð við galdandi reglur

Sleipibáturin Svitzer Hymer, valdur til ársins skip á Føroysku altjóða Skipaskrásetingini tvey tey seinastu árini
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyar toga seg eitt pláss upp á hvítalista og eru nú á 29. plássi á listanum, sum telur 42 flaggstatir. Tað boðar Sjóvinnustýrið frá í dag.

Nýggjasti Flag State Performance List hjá Paris Mou er kunngjørdur, og Føroyar varðveita umboðanina á hvítalista og flyta eitt pláss upp eftir listanum. Fyri at vera á hvítalista, sum er listi við flaggstatum við høgari góðsku, skulu skip undir flagginum hava lutfalsliga fá afturhald í mun til eftirlit. Í trý ára tíðarskeiðnum, sum listin fevnir um, eru føroysk skip afturhildin fýra ferðir í 217 kanningum.

- Vit eru sera fegin, tá vit kvinka okkum upp eftir listanum. Føroysk reiðarí og rakstrarfeløg gera nógv fyri at tryggja, at øll viðurskifti umborð á skipunum eru trygg og í tráð við galdandi reglur. Eisini Sjóvinnustýrið arbeiðir alsamt við at varðveita flaggið á hvítalista og at betra okkum, millum annað við eftirlitum og átakinum “Ársins Skip”. Vit eiga tó at kunna gerast enn betri, , sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.

Besta plasering hjá Føroyum á hvítalista var 26. pláss í 2014.

Ovast á hvítalista er Danmark framman fyri Niðurlond og Noreg. 17 lond eru á gráa lista og 12 á svartalista, sum eru flaggstatir við miðal váða, miðal til høgum váða, høgum váða og sera høgum váða.

Tey bæði londini við hvørs váði verður mettur sum ‘sera høgur’ eru Tansania og Kamerun. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2024

24 Leygardagur 22. juni 2024

Maskinmeistararnir hjá SSL og á Jákup Sverra fingið nýggjar sáttmálar

Sáttmálin er galdandi til 30. september 2025, við afturvirkandi kraft frá 1. oktober 2022, og við lønarhækkan á sløk 4,5 prosent frá 1. oktober í ár

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum (Mynd: Maskinmeistarafelagið)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað dró út, men seinnapartin týsdagin eydnaðist Maskinmeistarafelagnum og Fíggjarmálaráðnum at koma undir land við samráðingunum um nýggjar sáttmálar.

Neyðugt varð við semingsstovninum. Eina løtu var vandi fyri verkfalli á økinum - hjá maskinmeistarunum hjá Strandferðsluni (SSL) og maskinmeistarum á Jákupi Sverra - men so varð ikki.

Talan varð um trý-ára sáttmálar við afturvirkandi kraft til 1. oktober 2022, tá teir  gingu út. Lønarhækkanin 1. oktober í ár verður 4,45 prosent. Nýggju sáttmálarnir eru galdandi til og við 30. september 2025.

- Vit hava hálað nakað inn á hesum økjum, sjálvt um vit kundu hugsað okkum meira. Men í seming fáa partarnir sjálvandi ikki øll síni krøv ígjøgnum, og vit hava eisini mugað slakað á summum økjum. Tað mest týðandi fyri okkum við hesi semjuni, tá vit hugsað um SSL, er hinvegin, at arbeiðsgevarasíðan vísir, at hon hevur virðing fyri frítíðini hjá maskinmeistarunum, at hon viðurkennir, at teir hava krav uppá greiðari skipan av arbeiðstíðini, og at avloysarar av øllum slag eisini hava krav uppá betri skipað viðurskifti, enn teir higartil hava havt, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Hjá Maskinmeistarafelagnum hava arbeiðstíðarreglur, betri løn fyri úrtíðararbeiði og betri viðurskifti hjá avloysarum verði kjarnumál í samráðingunum um nýggjan SSL-sáttmál - umframt tey generellu lønarkrøvini, skrivar Maskinmeistarafelagið eftir semjuna.

- Fyri maskinmeistararnar á Jákup Sverra merkir semjan eitt nú, at teir fram eftir beinanvegin fara at fáa fulla samsýning, tá teir røkja fyribilsstarv á hægri stigi, enn teir eru settir til. Higartil hava teir skulað røkt maskinmeistarastarv á hægri stigi í minst eina viku, áðrenn teir kundu krevja somu løn, sum starvið er flokkað til. Fyri fyribilsstarv sum maskinstjóri var markið tó tríggjar dagar, áðrenn tann fyribilssetti fekk maskinstjóraløn.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2024

25 Leygardagur 22. juni 2024

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Føroya skipara- og navigatørfelag

Trý ára semja um skipini hjá Strandferðsluni og Havstovuni varð undirskrivað hóskvøldið

(Mynd: Føroya skipara- og navigatørfelag)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Hóskvøldið undirskrivaðu Fíggjarmálaráðið og Føroya skipara- og navigatørfelag undir nýggja semju fyri skiparar og stýrimenn á skipunum hjá Strandferðsluni og Jákup Sverra hjá Havstovuni.

Talan er um ein trý ára sáttmála fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2022 til 30. september 2025.

Semjan byggir á ein karm, sum er 3,8, 4,2 og 4,65 prosent, skrivar Føroya Skipara- og navigatørfelag.

Semjan kann lesast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2024

26 Leygardagur 22. juni 2024

Búnaðargrunnurin hevði avlop í 2023 og nýtt stýri hevur skipað seg

Búnaðargrunnurin hevði í fjør eitt avlop áðrenn skatt á slakar 11,5 milliónir. Av hesum vórðu 4,3 milliónir goldnar landskassanum til at fíggja umsitingini av landsjørðini

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Samlaðu rakstrarinntøkurnar vóru 16,5 milliónir, harav rentur frá útlánum vóru góðar 5 milliónir, meðan rentur og kursjavningar av virðisbrøvum vóru 11 milliónir.

Útlánsvøksturin í 2023 var 6,4 prosent, og við árslok hevði grunnurin útlán fyri 133 milliónir.

Fíggjarstøðan hjá Búnaðargrunninum javnvigar við 350 milliónum, og eginognin er 337 milliónir.

Endamálið hjá Búnaðargrunninum er at veita lán og stuðul til føroyskan landbúnað, og umframt lán veitti grunnurin í 2023 stuðul á góðar 6 milliónir. Meginparturin av stuðlinum verður veittur til íløgur í bygging og velting, og síðstu fýra árini er tilsamans útgoldin stuðul fyri 48 milliónir, sum í miðal svarar til 12 milliónir um árið.

Landsstýrið hevur frá 1. juni valt stýrislimir í Búnaðargrunnin fyri eitt nýtt 3-ára skeið, og hava hesi skipað seg við Símuni Gullaksen sum formanni og Barbaru Pállsdóttir Vang sum næstforkvinnu. Hinir stýrislimirnir eru Birita Mortansdóttir, Niels Winther Poulsen og Rani Slættanes.

Stjóri í Búnaðargrunninum er Egon Joensen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2024

27 Leygardagur 22. juni 2024

Framløga við Áir um altjóða stórhvalaveiðu

Hetta verður í sambandi við, at Hvalastøðin við Áir letur upp í dag. Ulf Ingemar Gustafsson, PhD, fer at greiða frá

- Ulf Ingemar Gustafsson fer at greiða frá stovnanini av modernaðari stórhvalaveiðu í Noregi, sum breiddi seg til Arktis og Antarktis, harímillum Føroyar (Mynd: tjodsavndid.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hvalastøðin við Áir letur upp í dag, leygardagin 22. juni, og í tí sambandi verður áhugaverdur fyrilestur við Ulf Ingemar Gustafsson.

Ulf Ingemar Gustafsson er PhD í søgu. Norðmaðurin hevur granskað í stórhvalaveiðu og arbeitt við, hvussu ídnaðarminni kunnu varðveitast.

- Ulf fer at greiða frá stovnanini av modernaðari stórhvalaveiðu í Norra, sum breiddi seg til Arktis og Antarktis, harímillum Føroyar. Hann fer at tosa um, hvussu hvalaveiðan mentist og broyttist, og hvørja ávirkan hetta hevði. Eisini fer hann at greiða frá, hvussu hvalastøðirnar við tíðini hava fingið aðrar leiklutir eitt nú sum granskingarstøðir og herstøðir og um teirra leiklut í ferðavinnuvirksemi í dag.

Umframt hetta hevur Ulf Gustafsson ferðast nógv í sambandi við gransking sína og fer at vísa myndir frá ymsu støðunum, hann hevur vitjað.

Fyrilesturin verður í skúlanum við Áir leygardagin 22. juni klokkan 14:00. Tað er ókeypis atgongd. Fyrilesturin verður á skandinaviskum.

Meira um Hvalastøðina her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2024

28 Leygardagur 22. juni 2024

Áleið 40 stór fríholt tikin upp og burturbeind

Froskmenn ruddaðu botnin út fyri Kósabryggjuna í Klaksvík mikudagin

(Mynd: Faroedive)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Mikudagin varð skipað fyri einum átaki, har botnurin út fyri Kósabryggjuni í Klaksvík bleiv ruddaður.

Serligur dentur varð lagdur, á at fáa gomul fríholt upp av botni. Hesi kunnu vera til stóran ampa fyri skip, um tey seta seg um t.d. skrúvuna á skipum.

Á myndini síggja vit úrslitið av kavingini, á dekkinum á Brimli. Áleið 40 stór fríholt vórðu fingin upp og burturbeind.

Átakið varð avgreitt í góðum samstarvi millum Klaksvíkar havn, Brimil (Vørn), Norðoya Bjargingarfelag, Diving2000 (Odense) og kavaraskúlan Farodive í Klaksvík.

[object Object]
(Mynd: Farodive)




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2024

29 Leygardagur 22. juni 2024

Stykkja út á Argjahamri

Hátíðarhald var á Argjum í dag. Arbeiðið við útstykkingini á Argjahamri er komið væl áleiðis

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nógv fólk var komið saman til hátíðarhald á Argjum seinnapartin fríggjadagin.

Byggiøkini á Argjahamri fara at rúma 147 búðeindum. Ein partur eru raðhús og ein partur eru íbúðir, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu í røðu.

- Vit hava í dag lutahandan av vegi 2 til tær fyrstu bústaðareindirnar. Nøkur byggilendi er longu seld, meðan tey seinastu verða boðin út í næstum. Seinni verður farið undir sethúsapartin sunnan fyri útstykkingina á Hamarinum. Tá fara eini 600 fólk at búgva her, segði Heðin Mortensen.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2024

30 Leygardagur 22. juni 2024

Ynskja framhaldandi at vera sjálvsognarstovnur

Tað kom óvart á nevnd, leiðslu, starvsfólk og foreldur, at barnagarðurin hjá nunnunum ikki longur skal vera sjálvsognarstovnur

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað kom dátt við fyri bæði leiðslu, nevnd, starvsfólk og foreldur í Dagstovninum Sankta Jósef í Havn, at Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at gera stovnin til ein kommunalan stovn, nú barnagarðurin verður keyptur frá fransiskanarasystrunum, ið nú flyta úr Føroyum.

Tí tey á stovninum ynskja framhaldandi, at hann skal vera ein sjálvsognarstovnur. Tað skriva tey í eini opnari áheitan til Tórshavnar kommunu í dag.

Lesið brævið á Lesaranum: Vís mær at garði, og eg skal siga tær hvør inni býr

Dagstovnur Sankta Jósefs – á mannamunni altíð kallaður ‘barnagarðurin hjá nunnunum’ – er elsti stovnur av slíkum slag í Havn. Virksemið byrjaði í 1931.

Í sambandi við, at fransiskanarasystrarnar gevast við sínum virksemi í Føroyum, er avtala gjørd við Tórshavnar kommunu um at yvirtaka bygningin, har barnagarðurin húsast.

Í brævinum verður sagt, at tað kom brátt á bæði nevnd, leiðslu, starvsfólk og foreldur, at ætlanin er at leggja stovnin inn undir fullan kommunalan rakstur.

- Slíkar ætlanir hava avleiðingar, sum eiga at verða lýstar, og kunningin átti fyrst og fremst at verið beinleiðis givin teimum, ið verða ávirkað av hesari avgerð. Afturat hesum, eru vit – nevnd, leiðsla, starvsfólk og foreldur - ósamd í, at hetta er rætti vegur at fara, skriva tey millum annað. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2024

31 Leygardagur 22. juni 2024

Prógvhandan á Serbreytini

Brandur Rasmussen, Uni Olsen á Skúr og Jón Hansen fingu handað prógv

 
SkrivaÐ:

Innsent

Í góðveðrinum týsdagin var prógvhandan á Tekniska skúla í Klaksvík, tá ið tríggir næmingar á Serbreytini fingu handað prógv.

Til prógvhandanina hildu Tóra Norðgerð, OCN-samskipari, og Hansa Lamhauge, starvsfólk á Serbreytini, røðu fyri pisunum. Eftir prógvhandanina varð boðið til ábit.

Teir, sum fingu prógv, eru: Brandur Rasmussen, Uni Olsen á Skúr og Jón Hansen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2024

32 Leygardagur 22. juni 2024

Dagstovnaeindin á Húsum eitur Blómugarður

Móttøka hevur verið á fyrsta dagstovninum í Kalsoynni, har navnið varð avdúkað. Hetta varð valt eftir navnakapping, sum Gudrun Bláskor vann

- Fyrri liður í navninum er ein blóma, tí her skulu børnini í oynni spíra og blóma. Seinni liður í navninum er ein garður, sum kann setast í samband við nógvar garðar kring alla oynna. Á henda hátt bindur navnið “Blómugarður” stovnin og oynna saman. (Mynd: klaksvik.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Fyrri liður í navninum er ein blóma, tí her skulu børnini í oynni spíra og blóma. Seinni liður í navninum er ein garður, sum kann setast í samband við nógvar garðar kring alla oynna. Á henda hátt bindur navnið “Blómugarður” stovnin og oynna saman.

Soleiðis grundgevur Gudrun Bláskor fyri sínum uppskoti, sum vann kappingina um navn til nýggju dagstovnaeindina á Húsum.

Væl av fólki úr øllum pørtum av Kalsoynni møttu til móttøkuna í nýggju dagstovnaeindini á Húsum mánadagin, har nýggja navnið varð avdúkað. Hetta skrivar klaksvik.fo.

Eyðstein Ólason Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung hjá Klaksvíkar kommunu, helt røðu og handaði vinnaranum av navnakappingini, Gudrun Bláskor, blómutyssi og virðislønina, sum var ein kekkur á 3.000 krónur.

Í røðu síni legði hann dent á, at henda nýggja dagstovnaeindin í Kalsoynni ikki bert skal verða karmur um gerandisdagin hjá børnunum, men eisini ein blómandi miðdepil fyri felagsskapi, læring og menning.

- Bygningurin, sum nú hýsir dagstovninum, hevur eina drúgva søgu við nógvum virksemi. Húsið her – upprunaliga kallað “í Køkinum” – hevur verið eitt samlingsstað fyri ættarlið á Húsum(...) Seinnu nógvu áratíggjuni hevur hetta húsið verið kallað “lærarahúsini”, og síðani Bygdarfelagið Sigursglæman keypti tey frá kommununi fyrst í 90’unum hevur húsið verið nevnt “bygdarhúsið”.

Mynd: klaksvik.fo

Navnakappingin fekk góða undirtøku
Tá freistin at luttaka var úti, vóru heili 19 uppskot komin inn til dómsnevndina. Nevndin var mannað við umboðum fyri bygdarfelagið Sigursglæman, staðbundnu nevndina á Húsum, starvsfólk á dagstovnaeindini og tvey umboð fyri Klaksvíkar kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2024

33 Leygardagur 22. juni 2024

Móttøka í Reynstúni

18 fólk, sum í dag búgva á Eirargarði, fara í næstum at flyta inn í nýggjar góðar umstøður á Argjum

(Mynd: Articon / Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Móttøka var á Argjum í dag tá nýggja sambýlið í Reynstúni varð liðugt.

Arbeiðið byrjaði á sumri í 2022.

Articon hevur staðið fyri jørðarbeiði og allari bygging, Maria Poulsen hevur gjørt HVS og ventilatión, og El.fo, hava staðið fyri EL og ABA skipan.

Almanna- og mentamálaráðið sigur, at 18 fólk, sum í dag búgva á Eirargarði, fara í næstum at flyta inn í nýggjar góðar umstøður, bygdar júst til teirra tørv. 

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object](Myndir: Ólavur Frederiksen / Articon)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2024

34 Leygardagur 22. juni 2024

Vinnararnir av Ársins lesiátaki funnir

Dagstovnurin við besta lesiátakinum var Náttúrubarnagarðurin í Æðuvík, av fólkaskúlum vann Skúlin við Streymin, og N21X á Miðnám á Kambsdali vann Ársins lesiátak fyri miðnámsskúlar

Næmingar á Skúlanum við Streymin (Mynd. Føroyar Lesa/Facebook)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroyar Lesa hevur skipað fyri kapping um ársins lesiátak, og vinnararnir av kappingini eru nú funnir. Inn komu stívliga 30 uppskot frá dagstovnum, skúlum, bókasøvnum og miðnámsskúlum, og tríggir vinnarar eru nú funnir.

Vinnandi hugskotini vinna 5.000 krónur hvør. Dómsnevndin er mannað av námsfrøðingi, bókavørði, lesivegleiðara og umboðum fyri Føroyar lesa.

Fyri dagstovnar vann Náttúrubarnagarðurin í Æðuvík.

[object Object]

– Eitt sera gjøgnumført lesiátak, har tey við íblástri frá ævintýrum hava arbeitt kreativt við lesing og hava ment eitt sera áhugavert hugskot. Við at flætta lesigleði inn í dagliga arbeiðið á náttúrubarnagarðinum hava tey snikkað saman eitt hugskot, sum inniber at lesa og spæla ævintýr, meðan tey eru í náttúruni. Eitt átak, sum hevur verið til gagns fyri aðrar borgarar og vitjandi í nærsamfelagnum.

Av fólkaskúlunum var tað Skúlin við Streymin, ið streyk avstað við heiðrinum.

[object Object]

– Átakið var eitt lesiátak, sum skúlabókasavnið tók stig til, men sum fevndi um allan skúlan. Tað, sum gjørdi lesiátakið hjá Skúlanum við Streymin serstakt, var at allur skúlin luttók við næmingum, lærararum, leiðslu, familju og nærumhvørvi annars. Sjálvt lesiátakið snúði seg um at lesa gular bøkur, og talið av síðum varð lønt við sjokolátaeggum. Eitt einfalt átak, sum kortini hevur sett lesing á breddan og hevur havt síðuvinningar við sær við tað at børn og ung hava stovnað egnar lesibólkar sum úrslit av góða lesiátakinum.

Tað var N21X á Miðnám á Kambsdali, sum vann Ársins lesiátak fyri miðnámsskúlar.

[object Object]

– Átakið var ein jólakalendari við níggju lúkum, ið svaraði til teir níggju undirvísingarblokkarnar í føroyskum í desember. Handan hvørja lúku fjaldi seg ein kapittul av Skuggamyndir eftir Ingun Christensen, sum tey skiftust um at lesa upp, ella lærarin las upp fyri næmingunum. Til sjálvan jólahugnan sluppu næmingarnir at royna seg við at spæla ymsar leiklutir úr bókini, sum hini skuldu gita. Ein kreativur og stuttligur máti at arbeiða við einum verki. Eisini er stuttligt at síggja, hvussu skúlar brúka teir møguleikar, ið eru á staðnum. Stóri og vakri jólakalendarin varð framleiddur á FabLab, sum er á skúlanum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2024

35 Leygardagur 22. juni 2024

Nýggjur føroyskur filmskúli byrjar í august

Anton Petersen og Gorm Just standa aftanfyri skúlagongdina, sum varir í eitt ár. Alt verður ókeypis

Anton Petersen og Gorm Just. Undirvísingin fer fram í Ostahúsinum, har Klippfisk hevur høli (Mynd: Tórsgøta)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í august byrjar ein nýggjur filmsskúli í Føroyum. Skúlagongdin er í eitt ár – og alt er púra ókeypis. Hesum boðar Tórsgøta frá í tíðindaskrivi.

Skúlin eitur Flogfisk, og endamálið er at hjálpa ungum filmsáhugaðum at gera teirra egnu filmar. Frálæra verður innan leikstjórn, klipping, upptøku, leikrit, ljóð og framleiðslu. Hugt verður eisini eftir "casting" - hvussu ein skalt finna røttu leikararnar til júst sín film

Undirvísingin fer fram í Ostahúsinum, har Klippfisk hevur høli. Har er biografur, klippiútgerð, professionel kamera og ljósútgerð. Hvør luttakari skal gera tveir stuttfilmar gjøgnum árið, har endaligi filmurin verður vístur í biografi.

Tað eru Anton Petersen og Gorm Just, sum eru menninir handan skúlan. Hann hevur íblástur frá sonevndu Super 8 og Super 16 í Danmark.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2024

36 Leygardagur 22. juni 2024

Donald Sutherland deyður

Kanadiski sjónleikarin, sum m.a. er kendur úr "M.A.S.H" og "The Hunger Games" andaðist í vikuni, 88 ára gamal

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Kanadiski sjónleikarin Donald Sutherland er deyður.

Hann andaðist í Miami hósdagin, 88 ára gamal eftir longri sjúkralegu, boðaðu agentur hansara, og sonur hansara, sjónleikarin Kiefer Sutherland frá hóskvøldið.

– Tað er við tungum hjarta, at eg má boða frá, at pápi mín, Donald Sutherland, er farin. Persónliga haldi eg, at hann er ein av týdningarmiklastu sjónleikarunum í filmsøguni.

– Hann elskaði tað, sum hann gjørdi, og gjørdi tað, hann elskaði, og eingin kann biðja um meira, skrivar hann m.a. á sosiala miðilin X.

Donald Sutherland byrjaði sína yrkisleið sum miðskeiðis í 1960unum, og var hann virkin sum sjónleikari í meira enn 50 ár.

Seinastu árini er hann serliga vorðin kendur fyri at hava spælt leiklutin sum forsetin Coriolanus Snow í "Hunger Games"-filmsrøðini. Eisini hevur hann spælt við í "The Dirty Dozen", "Kelly's Heroes", "M.A.S.H" og "Klute", skrivar Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2024

37 Leygardagur 22. juni 2024

Næsti Nato-aðalskrivarin verður Mark Rutte

Niðurlendski forsætisráðharrin hevur nú undirtøku frá øllum limalondunum

Mark Rutte hevur leingi verið favorittur at gerast Nato-aðalskrivari eftir Stoltenberg (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað verður niðurlendski forsætisráðharrin Mark Rutte, sum í heyst fer at avloysa Jens Stoltenberg sum Nato-aðalskrivari.

Rumenski forsetin, Klaus Iohannis, sum eisini fór eftir at yvirtaka leiðsluna í verjusamgonguni, boðaði í vikuni frá, at hann tekur seg úr valstríðnum, og at Rumenia nú stuðlar Mark Rutte, sum harvið hevur undirtøku frá øllum 32 limalondum, skriva fleiri miðlar, m.a. Politico.

Mark Rutte hevur leingi verið favorittur at yvirtaka leiðsluna eftir Stoltenberg, og á tíðindafundi í Washington D.C. týsdagin segði fráfarandi Nato-aðalskrivarin eisini, at Rutte var "eitt sera sterkt valevni".

Stoltenberg hevur verið Nato-aðalskrivari síðan 2014, og hann fer frá 2. oktober aftaná tíggju ár í sessinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2024

38 Leygardagur 22. juni 2024

Jarðhiti og Bora leggja saman í eitt felag

Í næstum leggja tvey av teimum stóru jarðhitaborifeløgunum saman. Endamálið er ein meira stabil og framtíðartryggjað veiting

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Feløgini Jarðhiti og Bora virka sum undirveitarar hjá teimum, sum selja jarðhitaloysnir. Uppgávan hjá hesum feløgunum er at bora sjálvt jarðhitaholið, sum kann sigast at vera tann mest sentrali parturin av einari jarðhitaloysn. Við samanleggingini fáast nakrir stórrakstrarfyrimunir, so nýggja felagið enn betur kann vera eitt framtíðar grundarlag undir grønum orkuloysnum í Føroyum.

Jarðhiti snýr seg heilt einfalt um, at ein væta verður pumpað – ígjøgnum eitt borað hol – niður í undirgrundina, har tað verður hitað nakað. Hitamunurin niðri í jørðini er tó nóg stórur, at vætan gerst fleiri stig heitari, og harvið skal munandi minni orka til at røkka nýtsluhita til td. radiatorar og heittvatnskranar. Eitt jarðhitahol er millum 150 og 400 metrar djúpt.

Bora og Jarðhiti hava borað fleiri enn 2.000 jarðhitahol til samans, og harvið verið við til at minkað CO2-útlátið frá føroyskum húsarhaldum munandi. Eisini eru boð eftir feløgunum; tá ið kjarnu- og royndarboringar verða gjørdar, eitt nú í sambandi við tunnilsarbeiði.

Nýggja felagið, fer at hava adressu á Akranesgøtu í Havn og á Faktorsvegnum í Klaksvík við Ørvi Heinesen, sum stjóra.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2024

39 Leygardagur 22. juni 2024

Bretski Hægstirættur steðgar olju- og gassverkætlan

Avgerð hjá Hægstarætti í Bretlandi kann fáa avleiðingar fyri framtíðar olju- og gassútbyggingar í eitt nú Norðsjónum og á Atlantsmótinum nær Føroyum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Við trimum atkvøðum fyri og tveimum ímóti gjørdi hægstirættur í London í vikuni av at geva saksøkjara, sum vildi hava myndugleikarnar at taka aftur loyvi til olju- og gassboring, viðhald.

Avgerðin kemur sera óvart á stóru orkuvinnuna í Bretlandi, nú fleiri stórar útbyggingar eru um at fara av bakkastokki. Hinvegin verður hon móttikin við opnum ørmum av umhvørvisfólki og -felagsskapum. 

Í dómsúrskurðinum verður sagt, at myndugleikarnir, sum hava latið loyvið í Surrey, hava ikki tikið við í sínar metingar, tá loyvi varð latið at fara undir boringar, tað útlátið, sum kemur, tá oljan verður virkað til (prosesserað) og brúkt í eitt nú motorum tvs. endanýtsluútlátið.  

Dómurin sigur, at ikki bert útlátið frá sjálvari framleiðsluni t.d. á einum palli skal takast við í metingarnar. Eisini útlátið frá nýtsluni av sjálvari oljuni skal upp í roknistykkið. Hetta er so helst nakað, sum fer at verða kravt av myndugleikum í sambandi við góðkenning av framtíðar loyvum verður mett.

Tað er greitt, at avgerðin hjá Hægstarætti kemur illa við ella óvart á hjá bæði vinnuni og myndugleikunum, tí nú skulu hesi hava endaútlátið við sum part av grundarlagnum fyri at lata loyvi. Spurningurin nú er, hvussu avgerðin fer at ávirka framtíðar viðgerðir av umsóknum til at leita og bora eftir olju og gassi eins og loyvi, sum longu eru latin til bæði útbyggingar og framleiðslu. 

Í dómsúrskurðinum verður eisini víst til dómar í lægri rætti í Norra, har júst somu sjónarmið vórðu løgd fram um umhvørvisliga árinið av at brúka olju og gass og sum higartil hava steðgað trimum stórum útbyggingum. Tað málið hava norskir myndugleikar skotið inn fyri hægri rætt. Eisini í Hálandi er dómur fallin í máli, har orkufelagið Shell varð dømt til at minka um sítt útlát við 45 prosentum innan 2030. Tann dómin hevur Shell lagt inn fyri hægri rætt. 

[object Object]

Bretskir miðlar gera nógv burtur úr rættarmálinum, og umvørvisfeløg, ið síggja avgerðina sum ein stórsigur fyri umhvørvið, ætla sær at fara víðari og er málið m.a. at steðga útbyggingum av olju- og gasskeldum, sum longu eru í gongd.

Ein teirra er Rosebank tætt við føroyska markið. Spurningurin er so, um ein útbygging, sum hevur øll tey neyðugu loyvini og sum longu er komin væl ávegis kann steðgast. Enn ein útbygging við føroyska markið, Cambo, stendur eisini til at fáa góðkenning. 

[object Object]

Tað er greitt, at avgerðin kemur sera illa við hjá olju- og gassvinnuni og ikki minst teirri sera stóru veitingarvinnuni í Bretlandi. Bretland er sera bundið at innfluttari orku og hevur verið miðjað móti at útbyggja keldur, sum longu eru funnar eins og at leita eftir nýggjum, sum skulu koma ístaðin fyri tær, sum eru um at tømast ella longu eru tómar. Hetta er grundarlagið undir meira enn 200.000 arbeiðsplássum í Bretlandi.

Aftrat hesum kemur hóttanin frá russum, sum vilja steðga olju- og gassølu til Evropa afturfyri sanktiónum í kjalarvørrinum á krígnum í Ukraina. 

[object Object]

Síðani er tað ætlanin hjá eini møguligari komandi Labour stjórn at leggja eyka skattir á olju- og gassfeløg. Skatturin er longu nógv hækkaður undir verandi stjórn úr 40 til 75 prosent. Labour ætlar at hækka hann við trimum prosentum aftrat til 78%. Síðani ætlar Labour at taka av undantak fyri íløgum í nýggjar framleiðslur  og longja tíðina við serskattinum til endan á komandi valskeiði. 

Felagið hjá vinnuni Offshore Energy UK hevur ávarað ímóti hesum tiltøkunum, sum felagið heldur kann koma at skaða vinnuna so nógv, at meira enn 100.000 arbeiðspláss eru í vanda. Vinnan sigur, at hon ger alt hon kann fyri at vera partur av grøna orkuskiftinum og laga framleiðsluna hareftir. Hon heldur, at vinnan kann vera eitt sera týðandi og avgerandi íkast og partur av at fremja grøna orkuskiftið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2024

40 Leygardagur 22. juni 2024

HB og Víkingur í flokki fyri seg

Vunnu sannførandi sínar útidystir farna vikuskiftið og liggja jøvn við 36 stigum fyri 13 dystir

Áki Samuelsen gjørdi sanniliga sítt til, at HB heldur fram við at renna aftaná Víkingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Oddastríðið í Betrideildini er gróthart. Hetta vikuskiftið fara vit framvið helminginum av kappingarárnum, og higartil hava HB og Víkingur bert tapt ein dyst hvør. Leygarkvøldið vóru heldur lumpisligar uppgávur á skránni á útivølli móti liðum, sum tey flestu av hinum í deildini í minsta lagi hava havt tað trupult við.

Víkingur vitjaði á Skála, og gjørdi sína skyldu. Alt varð avgjørt tíðliga í seinna hálvleiki, men í fyrra hálvleiki hótti Skála nakað. Landsliðsspælararnir Arnbjørn Svensson og Bárður á Reynatrøð hava verið stinnir í ár, men gjørdu teir hvør sítt stóra mistak. Hesi vóru nær við at kosta mál, men støðurnar vórðu bjargaðar – í seinna førinum av fyrrverandi Skála-bakkinum Ari Olsen á linjuni.

[object Object]
Poul Kallsberg við máli og uppleggi aftur hesaferð. 20-ára gamli strandingurin var við at vinna stórt á barndómsfelagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Útiliðið hevði meira skerpni, og var bara sum heild betri. Longu eftir fimm minuttir var 0-1. Bergur Gregersen royndi seg úr vinstru, og umvegis eitt Skála-høvd sigldi bólturin í netið. Víkingarnir spældu væl í sambandi við mál nummar tvey, tó at tað í brotsteignum bleiv heldur rótut: Sølvi Vatnhamar fekk skot á, bjarging, og so var Jørgen Nielsen til reiðar. Fyrsta almenna málið hjá unga áleyparanum, sum hevur verið skaðadarvaður, fyri Víking.

Beint fyri steðgin sendi Poul Kallsberg hornaspark innfyri, sum Arnbjørn beindi í málið, og stutt fyri steðgin var tað strandingurin sjálvur, sum skoraði. Poul Kallsberg heldur fram at skapa mál, og Víkingur heldur fram at vinna: 0-4 á Skála.

Áki og Hanus tríggjar ferðir

HB skoraði eisini fýra mál í Sørvági, men tað var heimaliðið, ið byrjaði betri. 07 Vestur fekk mál kolldømt fyri heilt lítið fríspark móti Teiti Gestssyni í sambandi við hornaspark. 

Eftir eitt korter gjørdi HB tað, sum liðið hevur gjørt so ofta í ár: Sló til uppá sín fyrsta veruliga málmøguleika. Góður túrur hjá fyrrverandi 07 Vestur-bakkinum Mathiasi Voss, Hanus Sørensen við yvirlappi og góðum innleggi, og so stútaði Áki Samuelsen væl í málið. 

Í 33. minutti økti Áki við brotssparki. Hetta var eftir, at 07 Vestur hevði sløsað í uppspælinum, og Sonni Ragnar Nattestad satsaði í takklingini í brotssteignum. Hattrikkið kom eftir steðgin: Aftur Hanus sum fann 20-ára gamla havnarmanninum, sum longu hevur níggju mál í Betrideildini í ár.

07 Vestur sá ikki væl út hesa løtuna, men minkaði fyri hálvleik tá ungi Julian Mouritsen sendi frálíkt hornaspark inn í brotsteigin, sum Hans Erik Gunnarson stútaði í HB-málið. Spenningurin fór tó úr dystinum longu tíðliga í 2. hálvleiki, tá Hanus Sørensen aftur gjørdi bart í høgru. Hesaferð rakk hann inneftir, setti vinstra beinið á, og við aftaru stong hevði Jakob Johansson runnið rætt. Annar trý-máls sigurin hjá HB í Sørvági í ár. Liðið hjá Adolfo Sormani hevur ikki tapt í tríggjar mánaðir.

Marrubyrjan hjá Magne Hoseth - 1-1 móti botnliði

Hóast venjaraskifti og landsliðsstøðg heldur ringa gongdin hjá B36 heldur fram. Nógvar íløgur eru gjørdar í hetta liðið, men seinastu tíggju vikurnar hevur tað verið ógvuliga tungt at vinna fótbóltsdystir. 

Einki skal takast frá B68, sum leygardagin framdi flott liðavrik. Teir hugsavnaðu seg um verjuspælið, og tað sat sum heild væl. Ungu og lokalu Áki Johannesen og Aron Reinert Hansen vóru stinnir í miðverjuni, við Tórði Thomsen aftanfyri seg og liðformanninum Aleksanduri Jensen sum "skrellimanni" beint frammanfyri.

Hinir arbeiddu eisini hart. Fremsti maðurin Brian Jakobsen var tann einasti, ið veruliga hótti. Í 57. minutti hevði Hannes Agnarsson, ið var eyðsýndur í løtum, lagt B36 á odda við hørðum stútara. Hetta var eftir gott innlegg úr høgru frá Jann Benjaminsen. Hol var komið á, men gleðin hjá heimafólkunum var stokkut.

Tríggjar minuttir seinni var tað Jóhann Hansson Joensen, sum legði hart og væl innfyri úr høgru, Brian kom framum Thomas Lillo, og stýrdi bóltinum flott i longra málhorn. Ein fyrrverandi B36-spælari legði upp til ein fyrrverandi B36 spælara, og fyrrverandi B36-venjarin kundi fegnast um eitt flott stig.

Yambere helt KÍ inni í oddastríðnum

Tveir teir seinastu dystirnir í 13. umfari vórðu spældir sunnudagin. Báðir endaði við sigrum til topp-fýra lið á útivølli.

KÍ byrjaði væl í Streymnesi, og hevði tríggjar stórar møguleikar fyrsta korterið, har bæði yvirleggjarin og Jóannes Davidsen í EB/Streyma-málinum vórðu raktir. Dysturin broyttist grundleggjandi, tá Ahmed Latif fekk seinna gula kortið tíggju minuttir fyri steðgin. Rúni Gaardbo metti, at bakkurin filmaði í brotsteignum.

EB/Streymur kom betri við eftir hetta, og í 66. minutti setti Emil Weihe Joensen bóltin trygt í málið. Løtu seinni átti Robert Marcus havt økt í fríari kontrastøðu, men ístaðin javnaði Cedric Yambere í 72. minutti eftir frísparksinnlegg.

[object Object]Miðverjin Cedric Yambere skoraði bæði málini fyri KÍ við Margáir. Hann fekk eisini leikbann til lagnudystin móti HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

EB/Streymur fekk ikki nakað spæl at koyra eftir hetta, KÍ royndi at trýsta í yvirtali, men tað sá út til at enda 1-1. KÍ misti tó ikki týðandi fet, tí í 95. minutti kom gjøgnumbrot í vinstru. Jákup Vilhelmsen streyk avstað, legði flatt innlegg til aftaru stong, lítið skil á í verjuni hjá EB/Streymi í støðuni, og ótarnaður kundi Cedric Yambere seta fótin á. Miðverjin var sendur fram í álopið seinastu løtuna. Við málinum syrgdi hann fyri, at KÍ er seks stig aftanfyri HB og Víking.

NSÍ vann í Fuglafirði

NSÍ vann fyri aðru ferð í ár í Fuglafirði. Meinhard Debes Geyti legði útiliðið á odda beint eftir steðgin, og málini hjá Steffani Løkin og Peturi Knudse í 2. hálvleiki  vóru við at tryggja sigurin.

Liðið hjá Jens Wedeborg dregur frá B36 og 07 Vestur í evropeiska stríðnum.

13. umfar í Betrideildini hjá monnum
Leygardagin 15. juni

Skála - Víkingur 0-4 (0-3)
07' 0-1 Sjálvmál (Bergur Gregersen)
16' 0-2 Jørgen Nielsen
42' 0-3 Arnbjørn Svensson (Poul Kallsberg)
48' 0-4 Poul Kallsberg (Olaf Bárðarson)

07 Vestur - HB 0-4 (1-3)
16' 0-1 Áki Samuelsen (Hanus Sørensen) 
33' 0-2 Áki Samuelsen, br. 
42' 0-3 Áki Samuelsen (Hanus Sørensen) 
45+1' 1-3 Hans Erik Gunnarson (Julian Mouritsen) 
48' 1-4 Jakob Johansson (Hanus Sørensen) 

B36 - B68 1-1 (0-0)
57' 1-0 Hannes Agnarsson (Jann Benjaminsen) 
60' 1-1 Brian Jakobsen (Jóhann Hansson Joensen)

Sunnudagin 16. juni

EB/Streymur - KÍ 1-2 (0-0)
66' 1-0 Emil Weihe Joensen (Boubacar Dabo)
72' 1-1 Cedric Yambere
90+5' 1-2 Cedric Yambere (Jákup Norðoy Vilhelmsen)Reyð kort: Ahmed Latif (36') og Jákup Norðoy Vilhelmsen (90+7') - báðir KÍ

ÍF - NSÍ 0-3 (0-1)
44' 0-1 Meinhard Debes Geyti (Beinir Nolsøe)
73' 0-2 Steffan Løkin (Petur Knudsen) 
84' 0-3 Petur Knudsen (Búi Egilsson) 

Støðan
1. Víkingur 36 stig 
2. HB 36 stig 
3. KÍ 30 stig 
4. NSÍ 22 stig 
5. B36 17 stig 
6. 07 Vestur 15 stig
7. Skála 13 stig 
8. EB/Streymur 7 stig 
9. B68 7 stig 
10. ÍF 3 stig 

Komandi dystir

Sunnudagin kl. 15: NSÍ - EB/Streymur
Sunnudagin kl. 15: Víkingur - B68
Sunnudagin kl. 15: ÍF - B36
Sunnudagin kl. 17: HB - KÍ

Mánadagin kl. 19: Skála ÍF - 07 Vestur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2024

41 Leygardagur 22. juni 2024

B36 slapp við skrekkinum og er í steypafinaluni

TB var á odda 1-0 eftir fyrru hálvfinaluna, hevði tveir risamálmøguleikar í 1. hálvleiki, men Michal Przybylski, Anton Søjberg og Marius Kryger Lindh syrgdu fyri málunum í Gundadali

TB stríddist væl ímóti og fekk stóran stuðul, men B36 fekk at enda neyðugu málini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

TB setti sín dám á steypakappingina í ár. Tað kann væl og virðiliga staðfestast, eftir at liðið úr 1. deild nú er liðugt í kappingini. Tað var tó eftir tógvið stríð hjá B36 úr ovaru hálvu av Betrideildini.

TB var á odda 1-0 eftir fyrru hálvfinaluna og nógv tvørafólk var til staðar í illfýsna veðrinum í Gundadali mikukvøldið. Tað merkist av álvara, og sum heild var stórur spenningur kring fólkini kring vøllin.

Tað stóð nógv á. B36 royndi at koyra á frá byrjan, men útiliðið spældi við nógvari orku. Royndu Rógvi Joensen, Gilli Rólantsson og Ndende mannaðu miðverjuna, og fleiri ungir spælarar vístu seg til tíðir væl fram. TB hevði eisini tveir risamálmøguleikar í 1. hálvleiki:

Fyrst Nikolei Johannesen, málskjúttin í fyrru hálvfinaluni, við frálíkum fluktara, men Silas Eyðsteinsson við framúr bjarging. Løtu seinni var tað blaðungi og raski áleyparin, Aron Arnholdsson, sum tamdi langa sending væl men lyfti bóltin ov vet eitt langt.

Sum heild fekk B36 víst eina ávísa góðsku. Stutt áðrenn fyrsta málið var Zean Dalügge ógvuliga nær við, og tíggju minuttir fyri hálvleik bragdaði. Jann Benjaminsen fekk pláss, legði væl innfyri úr vinstru og Michal Przybylski var á rætta staðnum og stútaði væl: 1-0

Í 2. hálvleiki avgjørdi heimaliðið og fekk steypafinaluplássið í hús. Meira broddur kom á spælið eina løtu, og Jann átti aftur uppleggið til 2-0 málið í 57. minutti. Uppgerðin varð avgjørd tíggju minuttir fyri leiklok, tá vandamikli Marius Kryger Lindh í tveimum førum royndi seg.

TB royndi at svara aftur men fall at enda við æru. B36 í finaluni fyri fyrstu ferð síðani sigurin í 2021, og fyrsti sigurin hjá Magna Hoseth tryggjaði B36 ein eyka evropeiskan møguleika.

Sí fleiri myndir: Tvøráfólk settu dám á Gundadal

Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Mikudaginin 19. juni

B36 - TB 3-0 (1-0) - 3-1 samanlagt
36' 1-0 Michal Przybylski (Jann Benjaminsen)
57' 2-0 Anton Søjberg (Jann Benjaminsen)
80' 3-0 Marius Kryger Lindh

[object Object]Eiler Rasmussen, dómari, blæsir dystin av í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

Hálvfinalan í Norðragøtu blást av

Í Norðragøtu vóru líkindini nøkulunda at spæla, tá dysturin millum Víking og HB varð bríkslaður í gongd ein hálvan tíma eftir dystin í Gundadali.

Men út í annan hálvleik gjørdist líkindini trupul, og dómarin, Eiler Rasmussen, tók í øðrum hálvleiki avgerð um at blása dystin av, tí tá var vindurin ov nógvur.

Tá var støðan 1-1 - samanlagt 2-1 til HB.

Enn er ongin avgerð tikin um, nær nýggjur dystur verður spældur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2024

42 Leygardagur 22. juni 2024

KÍ til Luksemborg

Eitt á pappírinum gott lutakast til fyrsta umfar í Champions League. KÍ spælir fyrra dystin móti Differdange við Djúpumýru 9. ella 10. juli

Fyri tólv árum síðani spældi Árni Frederiksberg móti júst Differange í Europea League við NSÍ. Hann varð toppskjútti í undankappingini í fjør við seks málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

KÍ hevur seinnu árini í summum førum rakt heilt illa, tá tað snýr seg um lutakast. Hesaferð var heilt gott - í øllum førum á pappírinum.

Differdange er úr Luksemborg, sum ikki er nøkur stór deild í Evropa - styrkismett undir Betrideildini bygd á evropeisk úrslit seinastu fimm árini.

Differdange vann í fjør sítt fyrsta meistaraheiti síðani 1979, og hevur ikki vunnið seg víðari í evropeiskari kapping síðani 2015. Tá var tað móti Bala Town úr Wales. Seinastu tvey árini hevur liðið tó staðið seg væl móti slovenskari mótsstøðu, og í 2012 vann Differdange 3-0 heima og 3-0 úti móti NSÍ.

Talan var um eitt í høvuðsheitinum ungt NSÍ-lið, sum millum annað Árni Frederiksberg spældi við. Nú skal toppskjúttin í Champions League-undankappingini í fjør aftur royna seg móti Differdange.

Hóast KÍ var styrkismett og slapp undan millum annað Celje, so verður talan als ikki um lætta uppgávu. Nógvur peningur er í Luksemborg, har ein ávís menning eisini hevur verið í fótbóltinum. Føroyameistararnir hava heldur ikki somu styrki sum í fjør, tá liðið kom víðari tvær ferðir í júst Champions League - uttan at vera styrkismett.

Fyrri dysturin verður spældur á nýggja graslíkisvøllinum við Djúpumýru týsdagin 9. ella mikudagin 10.juli. Differdange tekur ímóti í seinna dystinum, sum verður spældur 16. ella 17. juli.

Ein annar møguleiki hjá KÍ var Víkingur Rekjavík. Íslendsku greipvinnararnir og Gunnar Vatnhamar fingu ístaðin Shamrock Rovers. Írska meistaraliðið er sterkt, men tapti í fjør móti Klæminti Olsen og Breiðablik í hesum umfarinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2024

43 Leygardagur 22. juni 2024

KÍ skal møguliga spæla móti Malmö FF

Eins og í fjør, bíðar eitt svenskt meistaralið, um KÍ kemur víðari úr 1. umfari í Champions League

Í 2023 sendu Árni Frederiksberg og KÍ svensku meistararnar, Häcken, út í 2. umfari í Champions League. Hetta eftir 3-3 og brotssparkskapping í Göteborg (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Vinnur KÍ á Differdange í 1. umfari í Champions League bíðar ein risauppgávua í 2. umfari. Úrslitið av lutakastinum mikudagin var, at vinnarin av dystinum millum KÍ og Differdange skal hitta svensku meistararnar, Malmö FF.

Malmö FF er mest vinnandi felag í Svøríki. Felagið úr Skáni vann meistaraheitið nummar 23 í fjør, og er greitt oddalið, nú 13. umfør eru spæld í 2023. Í 2021 var Malmö í bólkaspælinum í Champions League, og árið eftir í Europa League.

Liðið hevur bert tapt ein dyst í ár, og tað er eingin ivi um, at Malmö verður ein stórur biti at gloypa fyri KÍ, um føroyameistararnir koma so langt.

Annað undanumfar í Champions League verður spælt 23./24. og aftur 30./31. juli.

Um so er, at KÍ tapir móti Differdange, skal liðið úr Klaksvík spæla í øðrum umfari av Conference League.

Og har gjørdist úrslitið at lutakastinum, at mótstøðan verður taparin av dystinum millum kasakstansku meistararnar, FC Ordabasy og moldovisku meistararnar FC Petrocub Hincesti.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2024

44 Leygardagur 22. juni 2024

B36 og Víkingur skulu spæla móti liðum úr Lettlandi

Hóast B36 var styrkismett, so fekk Víkingur helst betra lutakastið, tí teirra mótsstøðulið liggur í løtuni í botninum í Lettlandi

B36 er á útivølli fyrst og Víkingur á heimavølli - í Klaksvík - fyrst (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Bæði føroysku liðini í fyrsta umfari av Conference League, B36 og Víkingur, fingu mótstøðulið úr Lettlandi, tá lutakast var týsdagin.

B36 skal spæla móti FK Auda og Víkingur spælir móti FK Liepaja.

Mótsstøðuliðið hjá B36 hevur fleiri evropeiskar royndir enn tað hjá B36, men FK Liepaja er í einari niðurgongd, og liggur undir niðurflytingarstrikuni, nú 18 umfør eru spæld í Lettlandi. Í fjør endaði liðið á 5. plássi.

Har liggur Auda í løtuni. Liðið spældi fyri fyrstu ferð í evropeiskari kapping í fjør, og skal skjótt møta B36, sum hevur nógv góð evropeisk úrslit seinastu árini. Fín útlit hjá føroysku liðunum - lettiska deildin er styrkismett eitt pláss omanfyri Betrideildini.

B36 byrjar á útivølli og Vìkingur á heimavølli. Dystirnir verða sum útgangspunkt spældir 11. juli og 18. juli (hósdag)

Steypavinnararnir úr HB koma inn í kappingina í 2. umfari.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2024

45 Leygardagur 22. juni 2024

HB fekk Hadjuk Splidt í Conference League

Italsk venjarauppgerð, tá Adolfo Sormani og Gennaro Gattuso hittast. Seinast kroatiska stórfelagið møtti føroyskum felagi, endaði tað 11-0 til Hadjuk, sum tekur ímóti HB 25. juli

Ein fegin Adolfo Sormani saman við sínum fysisika venjara. Lutakastið var annars ikki so gott fyri HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var greitt áðrenn, at sannlíkindini fyri góðum lutakasti ikki vóru góð, og HB fekk eisini ógvuliga trupla mótstøðu úr pottinum.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt felag byrjar í 2. umfari í Conference League. Tá man so ikki er styrkismettur, so kann tað henda, at man fær eitt kroatiskt stórfelag. 

HNK Hadjuk Split hevur ikki staðið seg so væl í evropeisku kappingunum seinastu árini, men hevur eina stolta søgu, nógvan pening og hevur nógva dygd á liðnum.

Millum annað er Ivan Perisic, sum í hesum døgum spælir EM fyri Kroatia, á liðnum. Perisic er komin aftur til heimbýin at spæla. Royndi vongurin hevur spælt við millum annað Tottenham, Bayern München, Borussia Dortmunmd og Inter Milan.

[object Object]
Ivan Perisic eigur eitt HM-silvur heiðursmerki og eitt bronsuheiðursmerki. Her sum liðskipari í seinna hálvleiki í EM-dystinum móti Spania leygardagin (Mynd: EPA)

[object Object]
Gennaro Gattuso sum AC Milan-venjari (Mynd: EPA) 

Nýggi venjari feglagsins er eisini navnframur. Gennaro Ivan Gattuso var kendur sum eitt arbeiðgrev á miðvøllinum hjá AC Milan og á italska landsliðnum í serliga 00'unum. Ein harður hundur, sum eisini dugdi at spæla bólt - ein maður við nógvum stórum heiðrum.

Nú er Gattusso, eftir tíðarskeið sum venjari í Milan, Napoli, Valencia og Marseille, í Kroatia. 1. august fer hann at standa í Gundadali.

Fyrst snýr tað sum dystin í Splidt. Talan verður um ein italskan venjaratvídyst. Tað er eingin ivi um, at HB er betri brýnt til evropeiskar dystir enn fleiri av undanfarnu árini, har úrslitini hava verið misjøvn - oftast ikki góð.

At koma víðari hevði verið ov nógv at kravt móti liðið úr deild nummar 20 í Evropa, sambært UEFA-styrkismetingini, men HB skal royna at bjóða av. Í 2003 spældi Hadjuk Split móti GÍ. Tað endaði 11-0 samanlagt; 8-0 í Kroatia.

Um B36 kemur víðari úr fyrsta undanumfari, skulu grannarnir hjá HB spæla móti Cliftonville úr Norðurírlandi. Víkingur fær væl størri uppgávur: Gent úr Belgia.

Um KÍ tapir í fyrsta umfar í Champions League, skulu føroyameistararnir til Kasakstan ella Moldova í øðrum umfari í Conference League.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2024

46 Leygardagur 22. juni 2024

Seks pláss aftur á Fifa-styrkilistanum

Bæði Lettland og Litava eru nú farin fram um Føroyar, sum liggja á 139. plássi - tað svarar til nummar 49 av teimum 55 londunum í Evropa

Liðið, sum byrjaði í nýggjasta ósigrinum hjá føroyska landsliðnum - 0-1 móti Lettlandi í Riga 11. juni (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Luttøkan hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í Baltic Cup herfyri var ikki gagnlig fyri styrkismetingina av føroyska liðnum. Fyrst taptu Føroyar heili 4-1 móti Estlandi, og síðan 1-0 móti Lettlandi. Tað var fyrstu ferð, at Føroyar taptu móti Lettlandi.

Altjóða fótbóltssamgongan hevur júst kunngjørt nýggja dagførda listan, og hann vísir, at Føroyar duttu seks pláss aftur á listanum. Av einum plássi sum nummar 136 í apríl til 139 nú.

So lágt hava Føroyar ikki ligið síðan á heysti 2014, fyri næstan tíggju árum síðani. Beint áðrenn føroyska landsliðið við Lars Olsen sum venjara heilt óvæntað vann 1-0 á Grikkalandi á útivølli.

Við tí sigrinum reyk føroyska liðið av 187. plássi og upp á 105. pláss. Millum summarið 2015 og til byrjanina av 2019 lógu Føroyar oman fyri nummar hundrað, men síðan hevur gongdin verið niðureftirgangandi við núverandi 139. plássi sum ringasta plasering.

Føroyar liggja nú beint undir Lettlandi, Kuvait og Litava og oman fyri Burundi, Surinam og Liberia.

Bæði Litava og Lettland eru nú farin framum Føroyar, sum nú liggja nummar 49 av teimum 55 londunum í Evropa. Londini, sum liggja undir okkum eru Moldova, Andorra, Malta, Gibraltar, Liktinstein og San Marino.

Ovast á heimsstyrkilistanum liggur framvegis Argentina framman fyri Fraklandi, Belgia, Brasil, Onglandi og Portugal. Brasil er farið fram um Ongland á nýggjasta listanum, ið varð kunngjørdur í dag.

[object Object]
Gongdin hjá føroyska landsliðnum á Fifa-styrkilistanum hesa seinastu tíðina. Frá einum plássi sum nummar 122 til 139 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2024

47 Leygardagur 22. juni 2024

B68 hevur fingið miðvallara úr Noregi

22-ára gamli Andreas Pettersen hevur spælt 26 dystir í næstubestu norsku deildini - síðstu tvey árini eigur hann minuttir í triðbestu deildini

Andreas Pettersen kemur úr Stjørdals-Blink, ið er hansara lokala felag (Mynd: Stjørdals-Blink)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Leygardagin, á degnum sum flytingarvindeygað lat upp, kunngjørdi B68 styrk til hópin.

Talan er um 22-ára gamla Andreas Pettersen. Hann kemur úr heimlandinum, har hann seinast hevur spælt í triðbestu deildini.

Sambært Transfermarket hava tað tó verið heilt fáir minuttir í Post-Nord deildini í ár. Hann hevði ein skaða stutt undan kappingarbyrjan, og hevur síðani havt trupult við at koma á liðið.

Miðvallarin hevur tó millum annað spælt 26 dystir í næstbestu norsku deildini. Har eydnaðist eisini at skora tvey mál í 2022.

Í Noregi verður Pettersen lýstur sum ein hartarbeiðandi miðvallari. Hann hevur bert umboðað Stjørdals-Blink sum vaksnamannaspælari. Tað er eitt felag í Trøndelag, haðani nýggi B68-spælarin eisini er, sum millum annað fyrrverandi KÍ-spælarin, Simen Sandmæl, hevur spælt við.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2024

48 Leygardagur 22. juni 2024

Esteban er nýggjur áleypari hjá EB/Streymi

Hann er 21-ára gamal, úr Kolumbia og var við EB/Streymi á venjingarlegu fyrr í ár

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Esteban Alejandro Mosquera Hurtado. Soleiðis eitur nýggir álopskendi spælarin í Sundalagnum. 

EB/Streymur hevur boðað frá, at avtala er gjørd við 21-ára gamla spælaran úr Kolumbia. 

Esteban er ikki heilt ókendir fyri venjara- og spælarahópin, tí hann var við á venjingarleguni hjá EB/Streymi í Málaga fyrr í ár.

Nú er so sáttmáli komin uppá pláss fyri restina av kappingarárinum. EB/Streymur er á 8. plássi í Betrideildini eftir 13 umfør.

Sum skilst hevur nýggi spælarin hjá EB/Streymi spælt í lægru sponsku deildunum í seinastuni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2024

49 Leygardagur 22. juni 2024

Vikingur nýtt oddalið

Við einum trivaligum sigri á FC Hoyvík, samstundis sum NSÍ vann á KÍ, hevur Víkingur nú lagt seg á odda í Betrideildini hjá kvinnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er okkurt, ið bendir á, at tað fer at vera rættuliga trongligt millum fremstu liðini í Betrideildini hjá kvinnum, tá føroyameistaraheitið skal avgerast í heyst.

Nú níggju umfør eru spæld í grundspælinum, er Víkingur fremst við 23 stigum, meðan KÍ og NSÍ hava ávikavist 22 og 20 stig. Nummar 4 er HB við 16 stigum.

9. umfar, leygardagin 15. juni:

NSÍ - KÍ 1-0 (1-0)
29' 1-0 Rúna Olsen (Heidi Sevdal)

Sunnudagin 16. juni:

B36 - TV/FCS/Royn 1-1 (0-0)
61' 0-1 Agatha Djurhuus
65' 1-1 Judith Rasmussen

Víkingur - FC Hoyvík 12-0 (7-0)
06' 1-0 Lea Lisberg
25' 2-0 Lea Lisberg
27' 3-0 Mona Rasmusdóttir
31' 4-0 Lea Lisberg
36' 5-0 Sára á Líðarenda
38' 6-0 Sára á Líðarenda
40' 7-0 Rakul Sørensen
52' 8-0 Lea Lisberg
56' 9-0 sjálvmál
60' 10-0 Jensa Tórolvsdóttir
84' 11-0 Lea Lisberg
90' 12-0 Lea Lisberg

HB - Skála 8-1 (3-0)
05' 1-0 Sunniva Willemoes
13' 2-0 Fridrikka Clemmentsen
31' 3-0 Fridrikka Clemmentsen
52' 4-0 Rúna Jacobsen
56' 5-0 Fríða Jakobsen
66' 6-0 Elin Maria Isaksen br.
71' 7-0 Lena Johannesen
86' 8-0 Lisa Haraldsen
87' 8-1 Alda Petersen

Støðan

Víkingur 23 stig
KÍ 22 stig
NSÍ 20 stig
HB 16 stig
B36 10 stig
TB/FCS/Royn 7 stig
FC Hoyvík 4 stig
Skála ÍF 1 stig

Komandi dystir

Leygardagin kl. 13: TB/FCS/Royn - NSÍ

Sunnudagin kl. 14: Skála ÍF - Víkingur
Sunnudagin kl. 17: KÍ - HB
Sunnudagin kl. 19.45: FC Hoyvík - B36


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2024

50 Leygardagur 22. juni 2024

Kvinnur: B36 móti Víkingi, og HB móti NSÍ

Lutakast var í vikuni um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum

Hanna Olsen og Heðin Arge, vertur í Televarpinum (Skíggjamynd: Tv.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú er greitt, hvussu liðini møtast í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum. Hálvfinalurnar vera spældar 27. august og 25. september

Tað var Hanna Olsen, nevndarlimur í Víkingi, ið var gestur í sjónvarpsstovuni hjá Televarpinum mikukvøldið, ið fekk heiðurin at trekkja.

Liðini, ið eru eftir í steypakappingini, eru NSÍ, Víkingur, B36 og HB, og lutakastið háttaði seg soleiðis, at í fyrru hálvfinalunum, sum verða spældar týsdagin 27. august, møtast B36 og Víkingur, og HB og NSÍ.

Seinnu hálvfinalurnar eru á skránni mikudagin 25. august, og tá spæla Víkingur og B36 í Sarpugerði í Norðragøtu, og NSÍ og HB við Løkin í Runavík.

Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2024

51 Leygardagur 22. juni 2024

Wisla Plock er nýggja felagið hjá Andriasi Edmundsson

23-ára gamli føroyski landsliðsmiðverjin hevur skrivað undir tvey-ára sáttmáli við felagið, sum vil bjóða av um uppflyting til bestu polsku deildina aftur

Andrias Edmundsson á Kazimierz Górski Stadion, har pláss er fyri 15.000 áskoðarum. Wisla Plock hevur verið í næstbestu deildini seinastu tvey kappingarárini (Mynd: wisla-plock.pl)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Andrias Edmundsson hevur nú fingið ein nýggjan sáttmála uppá pláss í Polandi.

Í 2023/2024 spældi miðverjin av Toftum við MKS Chojniczanka í triðbestu polsku deildini. Har hevur føroyingurin staðið seg væl, og tekur hann nú eitt fet upp á yrkisleiðini.

Wisla Plock er ikki nakað lítið felag í Polandi. Tað er tó kanska meira kent í hondbólti - serliga fyri tíðina. Wisla Plock er polskur meistari á manssíðuni og spælir í Champions League. Í fótbóltinum hevur tað ikki gingið so væl seinastu árini hjá felagnum úr býnum miðskeiðis í Polandi, har umleið 120.000 fólk búgva.

Liðið vann steypakappingina í 2006, spældi nakrar ferðir í evropeisku kappingunum í 00'unum, og endaði í topp-fimm í bestu deildini 2018. Í 2023 flutti Wisla Plock tó niður úr Ekstraklasa og roynir nú at flyta uppaftur.

Í júst farna kappingarárið endaði Wisla á 7. plássi - beint uttanfyri play-off plássini. Nú skal Andrias vera við til at flyta felagið longur upp. 

[object Object][object Object]
Andrias Edmundsson varð kunngjørdur í nýggja felagi sínum hósdagin (Mynd: wisla-plock.pl)

23-ára gamli føroyski landsliðsmiðverjin hevur fingið sáttmála, sum er galdandi til og við juni 2026 - við møguleika at leingja við einum ári afturat. Hetta skrivar wisla-plock.pl.

Andrias Edmundsson gav avboð til landsdystirnar í Baltic Cup fyri at vera vísur í at fáa hesa avtaluna í hús. Hetta er størsta skifti hansara eftir ungdómstíðina í Sunderland, har Andrias spældi við U18-liðnum og eykaliðnum. Síðani spældi høgi og sterki toftamaðurin við Aguilas í fjórðbestu sponsku deildini, áðrenn leiðin í fjør gekk til Polands.

Andrias hevur 7 A-landsdystir á baki, og hevur innan seinasta árið vunnið sær fast pláss. Skaðar darvaðu hann nógv fyri einari tíð síðani.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2024

52 Leygardagur 22. juni 2024

Daniel Johansen nýggjur føroyingur í Hillerød Fodbold Elite

Hillerød kunngjørdi mánadagin, at 25 ára gamli Daniel Johansen hevur skrivað sáttmála við felagið, galdandi til og við 2027

Daniel Johansen og stjórin í Hillerød Fodbold Elite, Jackie Liljedahl Rasmussen. (Mynd: Hillerød Fodbold Elite)
SkrivaÐ:

Áron Vest

Hillerød Fodbold kundi mánadagin váttað, at felagið hevur gjørt sáttmála við føroyska landsliðsleikaran, Daniel Johansen.

Sostatt kunnu fótbóltsføroyar gleðast um, at enn ein føroyingur tekur eitt fet upp á yrkisleiðini: Hesaferð frá einum av niðaru liðunum í triðbestu donsku deildini, til eitt lið, ið liggur mitt í næstbestu deildini í Danmark.

Daniel Johansen skifti í august 2023 HB út við danska felagið Thisted FC. Har hevur hann verið teimum ein fongur. Við sínum serligu dygdum í álopskenda spælinum, hevur hann verið ein lyklaspælari í bjargingini nú í vár, og tíðliga í summar. 

Tað gjørdist til trý mál, umframt nøkur upplegg í niðurflytingarspælinum. Daniel hevur spælt 28 dystir fyri Thisted alt kappingarárið.

25 ára gamli Daniel, sum nú tekur eitt fet upp á yrkisleiðini, hevur vunnið tvey føroyameistaraheiti. Umframt hetta, hevur hann eisini vunnið kappingina um Løgmanssteypið tvær ferðir - alt við Havnar Bóltfelag.

Hann hevur spælt sjey landsdystir fyri A-landssliðið, har seinasti dystur var móti Lettlandi í farnu viku.

Sostatt verður Daniel liðfelagi við Adrian Justinussen og føroyingavinin Sebastian Pingel.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2024

53 Leygardagur 22. juni 2024

Lív skal aftur spæla í bestu donsku deildini

22-ára gamla vestmannakvinnan skiftir til uppflytaran EH Aalborg. Har verður Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen liðfelagi við Anniku Fríðheim Petersen

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen spælir á høgra vongi á landsliðnum, men í Aalborg verður tað sum høgri bakkur og møguliga serliga í verjuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sjey. Hetta verður talið av føroyskum landsliðsspælarum í bestu donsku kvinnudeildini næsta ár:

Rakul Wardum (Ringkøbing), Súna Krossteig Hansen (Skanderborg), Jana Mittún (Viborg), Pernille Brandenborg (København Håndbold), Maria Pálsdóttir Nólsoy (Horsens), Annika Fríðheim Petersen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen (EH Aalborg)

Deildin er styrkismett í topp-fimm í Evropa, og tískil kan hetta verða ógvuliga gott fyri menningina av føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti. Í november skulu Føroyar til sítt fyrsta endaspæl á kvinnusíðuni - EM í Sveis.

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen skifti sum ung til hondbóltsskúlan í Ikast. Hon fekk nakrar royndir í vaksnamannahondbólti har, áðrenn leiðin eitt stutt skifti gekk til StÍF (FM í 2021) og síðani til Ajax í Keypmannahavn. Í fjør spældi Lív við TMS Ringsted í næstbestu donsku deildini - nú tekur 22-ára gamla vestmannakvinnan fetið upp aftur. 

[object Object]
Hon er uppvaksin í VÍF, men í Føroyum hevur Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen bert spælt við StÍF í vaksnamannahondbólti. Hetta var í nakrar mánaðir, meðan koronustøðan órógvaði meira í Danmark. Lív og StÍF vunnu FM (Mynd: Sverri Egholm)

Fyri einari viku síðani varð kunngjørt, at málverjin Annika Fríðheim Petersen skal spæla við EH Aalborg eftir summarsteðgin.

Les: Landsliðsmálverji til EH Aalborg

Nú er greitt, at Lív Poulsen eisini skiftir til uppflytaran og harvið verður liðfelagið við Anniku.

- Eg valdi EH Aalborg, tí eg beinanvegin fekk eina góða mynd av venjarunum og øllum rundanum. Eg fái við hesum spenanndi avbjóðingar í bestu deildini og møguleika at byggja víðari á mítt spæl - í álopi og í verju. Venjingarmentanin hóskar eisini ógvuliga væl til mín, og tað er eisini góð fyririeking til eitt møguligt endaspæl hjá mær í desember.

Soleiðis sigur Lív við síðu felagsins. Venjarin, Peter Jagd, fegnast serliga um verjukendu dygdirnar.

- Fyrst og fremst hevur Lív ógvuliga spennandi verjukendar styrkir, sum vit kunnu nýta. Harafturat hjálpir tað nógv, at fáa ein lám afturat Onnu Bang í bakketuni. Á hendan hátt noyðast vit ikki at broyta álopsspælið ov nógv, tá vit skifta út. Við góða gjøgnumbrotsspælinum og verjuspælinum hjá Lív, koma tær at verða eitt super toymi á høgra bakki.

Lív spælir vanliga á høgra vongi á landsliðnum, men ætlanin er, at 22-ára gamli spælarin verður á høgra bakki í Aalborg.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2024

54 Leygardagur 22. juni 2024

17 leikarar úttiknir til U18-landsliðið

Nations Cup-kappingin verður í Týsklandi í juni, og U18 EM-endaspælið verður í Montenegro í august

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Venjararnir, Mark Lausen-Marcher og Kristinn Guðmundsson, hava úttikið 17 U18-leikarar til fyrireikingarkapping í Lübek í Týsklandi í juni og U18 EM-endaspælið í Montenegro í august, skrivar Hondbóltssambandið.

Fyrireikingarkappingin er Nations Cup, sum verður leikt í sambandi við Handball Days í Lübeck í Týsklandi í døgunum 27. til 30. juni.

Skráin fyri kappingina sær soleiðis út:

Hósdagin kl. 19.30: Føroyar – MTV Lübeck
Fríggjadagin kl. 17.30: Føroyar – Týskland
Sunnudagin kl. 9:Føroyar – Niðurlond
Dystirnir verða stroymdir og eru tíðirnar omanfyri føroyskar.

Til EM-endaspælið í august eru Føroyar komnar í bólk saman við Íslandi, Montenegro og Italia, og innleiðandi skráin sær soleiðis út:

Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 7. august: Ísland – Føroyar
Hósdagin 8. august: Føroyar – Montenegro
Leygardagin 10. august: Føroyar – Italia

Teir 17, sum eru úttiknir, eru:

Málverjar:
Ingi Johannesen, H71
Bjarni Gunnarsson Jacobsen, VÍF

Vinstri vengur:
Jákup Egholm, Ikast FS (bert Montenegro)
Torkil S. Debes Dahl, VÍF (bert Týskland)

Høgri vengur:
Magnus Árason, Ikast FS
William Napoleon Djurhuus, H71

Strikur:
Helgi Jakob Haldorsson, H71
Erling Erlendsson, Kyndil
Jón Eyðunsson Midjord, H71

Bakspælarar:
Filip Haldansen, Vejle IES
Pauli Rasmussen, StÍF
Lýðar í Dímun, Ikast FS
Rúnar Hammer, Bjerrringbro-Silkeborg
Haraldur Karlsson, H71
Fríði Holm í Innistovu, VÍF
Jógvan Andreas Lamhauge, H71
Magnus Rubek Carlsen, H71

Málverjavenjari er David Henigman og liðleiðari Høgni Vilhelmsen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2024

55
Leygardagur 22. juni 2024

Klaksvíkingur enn einaferð

Bæði Klaksvíkingur við monnum og Jarnbardur við kvinnum hava lagt seg á odda í FM-stríðnum við fullum stigatali

Klaksvíkingur eftir sigurin á Norðoyarstevnu (Mynd: Signar Højgaard)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nógv bendir á, at Klaksvíkingur aftur stevnir móti føroyameistaraheitinum í kappróðrinum fyri 10-mannafør.

Á sundalagsstevnuni farna vikuskiftið gjørdist Klaksvíkingur enn einaferð fyrstur á mál. Hesaferð var sigurin heldur tryggari enn á norðoyastevnu. Klaksvíkingur var 1,20 sekund framman fyri nummar tvey, sum hesaferð var Norðingur, meðan hin klaksvíksbáturin, Nólsoyar Páll, gjørdist nummar trý.

Á fyrsta FM róðrinum á norðoyastevnu var tað Nólsoyar Páll, sum gav Klaksvíkingi mótstøðu heilt inn til mállinjuna.

Við úrslitinum í Kollafirði økti Klaksvíkingur um FM-leiðsluna. Klaksvíkingur hevur nú 14 stig fyri tveir sigrar, meðan hinir báðir bátarnir liggja javnir við 11 stigum.

So spenningurin er ikki tann heilt stóri hjá 10-mannaførunum heldur í ár. Kanska tað verður øðrvísi komandi ár. Sendingin 3-2 hjá Kringvarpinum mánadagin kundi avdúka, at Havnar Róðrarfelag ætlar sær at manna Havnarbátin komandi róðrarár, og møguliga fara kollfirðingar eisini at manna 10-mannafar longu komandi ár.

Jarnbardur vann við 14 sekundum

Í størstu bátastøddini fyri kvinnur, 6-mannaførum, vísti Jarnbardur enn einaferð sannførandi styrki, og vann tryggan sigur, heili 14 sekundum framman fyri Páll Fanga á øðrum plássi.  Næstu bátarnir vóru Hósvíkingur, Lómur og Sjóherji, sum er bátur hjá Róðrarfelagnum Tindi í Gøtu og Leirvík, og harvið gjørdist raðfylgjan tann sama sum á norðoyastevnu.

[object Object]
Jarnbardur var nógv fremstur í Kollafirði (Skíggjamynd: KvF)

FM støðan í 6-mannaførum við kvinnum er tann, at Jarnbardur hevur 14 stig, Páll Fangi 12, Hósvíkingur 10, Lómur 8 og Sjóherji 6 stig.

Øll úrslitini á sundalagsstevnuni síggjast her

Støðurnar í FM-kappingunum síggjast her

Í dag verður kappróður á jóansøkuí  Vági. Startrøðin sæst her 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. juni 2024

56 Leygardagur 22. juni 2024

World Cup í Polandi: Bronsu til Sverra Nielsen

Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, róði seg sunnudagin til eitt triðjapláss í A-finaluni í einskullara

(Mynd: World Rowing)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, góði seg sunnudagin til eitt triðjapláss í A-finaluni í einskullara hjá monnum á World Cup-stevnuni í Polandi.

Harvið tryggjaði miðvingurin sær eitt bronsuheiðursmerki við tíðini 7.03.42

Fyrstur á mál var nýsælendski Thomas Mackintosh við tíðini 7.00.49, og á øðrum plássi var Damir Martin úr Kroatia við tíðini 7.03.25.

Hetta var seinasta kappingin áðrenn OL í Paris í juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2024

57 Leygardagur 22. juni 2024

Hesi vórðu heiðrað á fimleikagalla leygarkvøldið

Átta heiðrar vóru latnir á fimleikagalla, sum Havnar Fimleikafelag skipaði fyri

Kvinnur úr Lyra hjá fimleikafelagnum Ljósinum gjørdust ársins estetiska lið
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Átta heiðurslønir vóru leygarkvøldið latnar á fimleikagalla, sum var í Dansifrøi í Havn.

Havnar Fimleikafelag skipaði fyi gallaveitsluni hesaferð, og omanfyri 200 luttakarar vóru.

[object Object]Ársins amboðsíðkari: Bjarki Johannesen, Havnar Fimleikafelag

[object Object]Ársins drakt: Kvinnuunglingar Rósan

[object Object]Ársins venjari/venjaratoymi: Ingibjørg Mohr, Sofía Róin, Thora Kúaberg, Birita Bech og Rósa Andreasen, Havnar Fimleikafelag

[object Object]Ársins venjarar á mannafólkasíðuni: Rúni Lamhauge og Rósing Dam

[object Object]Ársins kvinnuligi amboðsíðkari: Mia Højgaard, Havnar Fimleikafelag

[object Object]Ársins føroyski koreografur: Rúna Kyster Gærdbo, Havnar Fimleikafelag

[object Object]Ársins venjari/venjaratoymi á kvinnusíðuni: Camelia Mihaela Mindricel, Havnar Fimleikafelag

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2024

58 Leygardagur 22. juni 2024

Niels Juel endurvann silvur við EM-masters

Við Europameistarastevnuna í masters í olympiskari vektlyfting í Haugesund í Noregi endurvann Niels Juel Arge mánadagin silvurheiðursmerkið frá kappingini í Polandi í 2022.

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Úrslitið varð persónligt masters-met við samanlagt 200 kilo: 85 kilo í trekk/snatch og 115 kilo í stoyt/clean and jerk. Øll seks lyftini blivu góðkend, og hann kappaðist í aldursbólkinum 55-59 ár og vektflokkinum +109 kilo.

Niels Juel vann stoyt-partin í Haugesund, eins og hann gjørdi í Raszyn í 2022, men heiðursmerki eru einans til samanlagda vinnaran. Hesin var týskarin Uwe Brettschneider, ið vann kappingina við 3 kilo, og ein annar týskari, Oliver Kaiser, bleiv nummar trý við samanløgdum 182 kilo.

– Var eg djarvari og snildari, royndi eg eftir 4-5 kilo meira í stoyt. Men ein diskprotrusjón frá 2021 spøkir enn í bakhøvdinum, og so væntaði eg ikki, at Uwe fór at kiksa sítt triðja stoytlyft” sigur silvur-vinnarin nakað iðrandi, men kortini væl nøgdur við úrslitið.

Niels Juel fekk til kappingina vegleiðing og stuðul frá norska systkinabarninum í Stavanger, Olaf Dahl, ið er fyrrverandi topp-styrkilyftari. Fram til kappingina hevur eisini føroyski landsliðsvenjarin, Frank Petersen sum vant verið hollur í ráðum.

Heimsmeistarastevnan í masters verður í Rovaniemi í Finnlandi 5. til 12. september.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. juni 2024

59 Leygardagur 22. juni 2024

Brandur dugir eisini at spæla golf

Hann vann bronsu í Bygma Open kappingini, sum var á Glyvursnesi farna vikuskiftið. Rógvi Mikkelsen og Janus Norðberg vunnu kappingina, sum var í tveimum

Brandur Hendriksson, Rógvi Mikkelsen og Líggjas Jógvansson (Mynd: Tórshavnar Golffelag)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hóast tað var kalt og nakað av vindi, so treiskaðust golfleikararnir at fullføra Bygma Open 2024 kappingina, sum varð leikt á golffvøllinum á Glyvursnesi leygardagin.

Kappingin varð skipað sum ein slagkapping uttan handikapp. Tað merkir einfalt, at tess færri sløg ein leikari brúkar, tess betur er úrslitið. Kappingin var í tveimum. Nakrir leikarar leiktu 18 hol, meðan leikarar, ið eru yvir 70 ár, kunnu velja at leika níggju hol. Eisini vóru vinningar til teir spælarar ið vóru næstir holinum á holi 2/11 og á holi 4/15.

Tá talan er um eina open-kapping merkir tað, at øll kunnu luttaka, ikki bert limirnir í Tórshavnar Golffelagi. Hesaferð luttóku tveir yrkisfótbóltspælarar. Tað vísir seg, at fleiri yrkisleikarar í bæði hondbólti og í fótbólti spæla eisini golf. Landsliðsleikarin Brandur Hendriksson, sum spælir við Fredriksstad í bestu norsku deildini, vann bronsu.

Vinnararnir ið leiktu 18 hol:
1. Rógvi Mikkelsen 83 sløg
2. Líggjas Jógvansson 90 sløg
3. Brandur Hendriksson 98 sløg

Vinnararnir ið leiktu 9 hol
1. Janus Norðberg 44 sløg
2. Julius Johannesen 52 sløg
3. Kaj Antoniussen 55 sløg

Teir ið vóru næstir holunum vóru
Hol 2/11 Palli Henriksen 2,45 m
Hol 5/14 Rógvi Mikkelsen 0,27 m

Næsta golfkapping á Glyvursnesi verður Hilton Garden Inn Open, sum verður leikt í døgunum 29. og 30. juni. Henda kappingin er samstundis ein av úttøkukappingunum til Oyggjaleikirnar í 2025, sum verða á Orknoyggjum.

[object Object]Palli Henriksen og Rógvi Mikkelsen (Mynd: Tórshavnar Golffelag)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2024

60 Leygardagur 22. juni 2024

Silja átti dagin við Leynavatn

Unga havnagentan gjørdi bart og vann báðar greinarnar hon luttók í

(Mynd: Føroya Ríðingarfelag)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna leygardag var árliga kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag við Leynavatn, og har var tað serliga unga Silja Geirsdóttir Eystberg, sum gjørdi vart við seg. Unga havnargentan gjørdi bart og vann báðar greinarnar hon luttók í, skrivar Føroya Ríðingarfelag.

Aftaná at hon hevði vunnið tøltkappingina á Tango, vann hon eisini sína fyrstu kapping í tvíspor vaksin. Hetta var á hestinum Óðin.

Tað var tó ikki uttan kapping. Munurin í millum nummar eitt og nummar fimm í tvíspor var einans 43 hundrandapartar av einum sekundi. Hetta er sjáldsama tætt og boðar frá einum spennandi kappingarári, sigur Ríðingarfelagið.

Nummar tvey gjørdist verandi føroyamesitarin Ása Bárðardóttir á Silfu, og nummar trý var Birna Jóanesarsson á Braga. Tíðirnar vóru ávíkavist 20,16, 20,33 og 20,34.

Kappingarnar endaðu soleiðis:

Tølt 100 metrar. Nr. 1 Tango - Silja G. Eystberg 14,81. Nr. 2 Strákur - Bárður Johannessen 15,23. Nr. 3 Brynjar - Regin Johannessen 15,59

Skeið 100 metrar. Nr. 1 Orka - Ranja H. Djurhuus 11,35. Nr. 2 Brúni - Jóannes Debes 11,98. Nr. 3 Tyrla - Yrsa H. Djurhuus 14,27

Trav 250 metrar. Nr. 1 Gletta - Marner Joensen. 43,57 Nr. 2 Gígur - Simona Tornby 45,73. Nr. 3 Dropi - Lív Gregersen 50,37

Tvíspor ung 250 metrar. Nr. 1 Thor - Sólrun S. Lützen 20,26. Nr. 2 Marengo - Yrsa H. Djurhuus. 21,21 Nr. 3 Spirit - Hanus Patursson 21,45

Tvíspor vaksin ll flokkur 250 metrar. Nr. 1 Litbrá - Elisabeth Niclasen 22,87. Nr. 2 - Tobbi - Tummas Davidsen 22,96

Tvíspor vaksin l flokkur 250 metrar. Nr. 1 Óðin - Silja G. Eystberg 20,16. Nr. 2 Silfá - Ása Bárðardóttir 20,33. Nr. 3 Bragi - Birna Jóanesarsson 20,34

Aftan á FM kappingina var stuttleikakapping. Hana vann Hallur Hansen á Grana, nummar tvey var Beinta Niclasen á Freyr og nummer trý Sigtór Lützen á Kambi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2024

61 Leygardagur 22. juni 2024

Eva Vilhelm nýggj í starvsnevndini hjá ÍSF

Við hesum er starvsnevndin aftur fullmannað. Eva er ættað úr Trongisvági, men hevur seinastu árini búð í Hósvík, har hon hevur verið forkvinna Hósvíkar Róðrarfelag

Starvsnevnd ÍSF's. Frá vinstru Anna Maria Toftegaard, Elin H. Joensen, Eva Vilhelm, Magnus Tausen, Kerstin Laksáfoss og Edna Maria Debes, sum er íðkaraumboð (Mynd: Ítróttasamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Starvsnevndin hjá ÍSF er nú aftur fullmannað. Hetta boðar Ítróttasamband Føroya frá eftir eykaaðalfundin týskvøldið, har stríðsval var.

Hetta vann Eva Vilhelm móti Gunnari Djurhuus, sum Hondbóltssambandið innstillaði. Róðrarssambandið innstillaði Evu. Hon hevur seinastu árini verið virkin í Hósvíkar Róðrarfelag, ið er nógv vaksandi.

- Eg eri sera fegin og takksom um at sleppa at arbeiða við føroyskari ítrótt og strategiini, sum ÍSF hevur ment. Í Hósvíkar Róðrarfelagi hava vit arbeitt eftir leiðreglunum hjá ÍSF, og síðani vit byrjaðu uppá tað, er felagið vaksið munandi.

Eva Vilhelm vísir í skrivi hjá ÍSF á, at børn, sum ongantíð høvdu valt kappróður, "teljast nú millum okkara bestu rógvarar" - hetta millum annað vegna leistin hjá Ítróttasambandinum. 

Eva er ættað úr Trongisvági men hevur seinastu árini búð í Hósvík. Hon er 27 ára gomul, og hevur verið sera virkin í kappróðri. Millum 2020 og 2023 sum forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelag.

Í starvsnevndini sita nú Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti, Magnus Tausen, varaforseti, Kerstin Laksáfoss, Anna Maria Toftegaard, Eva Vilhelm og Edna Maria Debes - íðkraumboð.

Á eykaaðalfundinum bleiv gullnál handað Esmari Joensen, formanni í Skjótsambandi Føroya. Esmar hevur verið formaður í Skjótsambandinum síðani 2018.

[object Object]Esmar Joensen og Elin Heðinsdóttir Joensen (Mynd: isf.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2024

62 Leygardagur 22. juni 2024

Trý bridgelandslið til EM

Fyri fyrstu ferð verður eitt føroyskt veteranlandslið við hesaferð

Carl Mikkelsen og Danny Danielsen eru á føroyska veteranlandsliðnum
SkrivaÐ:

Innsent

Fyri fyrstu ferð skulu trý bridgelandslið spæla um EM í bridge. Umframt besta landsliðið, sum verður rópt opið lið, verða eisini eitt kvinnulandslið og eitt veteranlandslið við.

EM-kappingin verður í Herning í Danmark um mánaðarskifti juni-juli.

Opið landslið hevur verið við til EM fýra ferðir ferðir, og kvinnulandsliðð hevur verið við tvær ferðir – seinast i 2004.

Hesaferð hevur Føroya Bridgesamband avgjørt at send trý landslið avstað. Hetta er fyrstu ferð eitt veteranlandslið er við. Kravið er, at spælarnir eru minst 64 ár, tá kappingin verður hildin.

EM í bridge verður spælt annaðhvørt ár og plaga eini 30 lond at vera við.

Á hvørjum liði eru trý pør – seks spælarar, har øll liðini spæla øll móti øllum í teimum trimum kappingum opið rað, kvinnurað og veteranlag. Kappingin varir 14 dagar.

Fyri at øll liðini hava somu møguleikar, vera somu spøl spæld við øll borðini. Og fyri at spælarar ikki skulu kunna geva tekin til hvønn annan, er ein træskíggi settur á borðið, so spælarar á sama pari ikki kunnu síggja hvønn annan. Slíkir skíggjar vera bara brúktir til stórar kappingar.

[object Object]Marjun Restorff og Eyðun Anthoniussen umboð Føroyar í kvinnuraðnum og opna raðnum

Føroysku liðini eru:

Opið lið: Símun Lassaberg-Arne Mikkelsen, Eyðun Anthoniussen-Dia Jacobsen og Árni M. Dam-Balle Mohr.

Kvinnulið: Marjun Restorff-Arnleyg Mikkelsen, Anna Paulina Olsen-Eva Sarita Berg og Maria V. Hansen-Birita T. Clementsen.

Veteranlið: Arnbjørn Sivertsen-Carl Mikkelsen, Heini Joensen-Danny Danielsen, Petur Anfinn Johannesen-Øssur Winthereig.

Liðskiparar eru Óli Holm og Oluf Müller. 

[object Object]
Petur Anfinn Johannesen er við á veteranlandslignum, sum skal spæla EM síðst í juni

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. juni 2024