Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 13. juli 2024 | Nr. 28 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Føroyar gjørdu bart móti Montenegro

SíÐa 34

1 Leygardagur 13. juli 2024

Góðan lesihug og góða vestanstevnu

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Sjálvhjálpni

Verkfallið, sum var herfyri, lærdi okkum nógv. Millum annað kundu vit enn einaferð ásanna, hvussu ómetaliga bundin vit eru av at fáa frískar/feskar matvørur til landið uttanífrá.

Tað gekk bert ein vika við ongum farmasambandið, so merktist tørvurin á grønmeti, ikki minst eplum, sum týðuliga er ein alneyðug matvøra fyri rættiliga nógvar føroyingar.

Tað er so skjótt tað kann henda, at farmasambandið sjó- og loftvegis kann støðga. Ikki einans orsaka av verkfalli. Tað kann henda so nógv, og heimurin tykist ikki at gerast eitt tryggari stað í so máta.

Tí er tað gleðiligt, at tað eru fleiri her á landi, sum hava fingið eyguni upp fyri tørvinum á at dyrka grønmeti og rótmeti í Føroyum, og gera nakað við tað.

Tí víst kann tað lata seg gera – onkur sigur, at tað bert er ein spurningur um at finna tað slagið, sum egnar seg best til okkara veðurlag.

Vit síggja eisini spennandi royndir at dyrka kálmeti, sum annars ikki hevur verið vanligt í Føroyum, í innilokaðum klimastýrdum skipanum.

Royndir hava fyrr eisini verið gjørdar við vakstrarhúsum uttan at tað hevur eydnast at fáa lønandi rakstur í royndirnar, tíverri.

Men tíðir broytast. Vit gerast meira tilvitað um, at tað ikki er gagnligt fyri veðurlagið at flyta matvørur langvegis frá til Føroya, sum annars kundu verið dyrkaðar og framleiddar í Føroyum.

Stuttflutt er eitt mantra, sum fleiri og fleiri føroyingar eisini taka undir við, og vit eru eisini alt fleiri, ið eru vorðin sannførd um, at jú styttri vegurin er frá bónda til borðreiðing, tess betri gagnast.

Tí eiga vit, bæði frá persónligari síðu, men eisini almennari, at stuðla og eggja so væl vit kunnu teimum royndum, sum verða gjørdar til tess at økja um matframleiðslu í Føroyum.

Veltan og grøni háskúlin í Sandoynni eru slóðarar í so máta. Sandoyggin er vælegnað til at dyrka annað enn epli – tað er longu prógvað. Men tað eru eisini onnur øki í Føroyum, sum eru egnað, um enn ikki eins væl og Sandoyggin, at dyrka líknandi avgrøði.

Og so er tað kjøtframleiðslan. Vit kunnu vera errin av, at vit stórt sæð eru sjálvhjálpin við mjólkarvørum, men tað er framvegis spell, at tað ikki er komin gongd í kjøtframleiðslu. Sum skilst, er enn ikki serliga stórur áhugi í at avtaka allar teir tarvkálvarnir, ‘hjáframleiðsluna’ frá mjólkarvinnuni, sum tí enn verða tiknir av døgum. Tað er oyðsl og spill av góðum mati. Hví vil brúkarin heldur hava ein búff, sum er fluttur hálvan veg kring jørðina, enn ein, ið hevur gingið á beiti beint uttan fyri garðarnar? Tað er undarligt.

Í sambandi við grøna skifti í streymframleiðsluni er avbjóðingin nú at vit ikki sleppa av við yvirskotsframleiðslu, nú ætlaða pumpu- og vatngoymsluætlanin varð sett á pausu. Kanska okkurt gløgt høvd finnur eina loysn, hvussu henda avbjóðingin kundi verið til gagns fyri grønmetisframleiðsluna, so gongd kundi komi í eina veruliga vakstrarhúsvinnu eisini, eins og grannalandið Ísland hevur gjørt við síni jarðhitaorku.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 1598

    Lisnar síður: 6152

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 13. juli 2024

Gátuførar umstøður settu alt apparatið í verk

Í gjár varð staðfest, at maðurin, sum var funnin við Landsbókasavnið hósdagin, doyði av natúrligum ávum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Umstøðurnar rundan um, at hann er blivin burtur og síðani funnin, gjørdu, at alt varð sett í verk. Hetta er fyri at vit við vissu, kunnu staðfesta nøkur ting og útiloka onnur ting.

Tað sigur Heri Andreassen, varapolitiinspektørur, um deyðstilburðin við Landsbókasavnið í Havn hósdagin.

Maðurin, sum er í trýssunum var funnin í einari veit fram við transformatorstøðini við Landsbókasavnið á J.C. Svabosgøtu.

- Týsdagin er seinastu ferð vit, við vissu vita, at maðurin er sæddur. Óvist er hvussu leingi maðurin hevur ligið í veitini, men hann var so funnin hósdagin fyrrapartin, sigur Heri Andreassen.

Hann greiðir frá, at maðurin ikki er druknaður.

Sum tað sær út til, er einki revsivert farið fram.

Tað var familja hjá manninum sum boðaði løgregluni frá, at hann var horvin, og tað vóru eisini familjulimir, sum funnu mannin.

Fólk á kanningardeildini og ein rættarmedisinari úr Danmark gjørdu líkskoðan á staðnum hósdagin áðrenn líkið varð flutt á Landssjúkrahúsið. Har varð líkskurður gjørdur í gjár.

Seinnapartin í gjár varð so greitt, at maðurin doyði av natúrligum ávum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2024

3 Leygardagur 13. juli 2024

Verða ikki lidnir fyri jól

Arbeiðið at gera tunlarnar norður um Fjall er seinkað orsakað av verkfallinum

(Savnsmynd: Articon)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Íbúgvarnir eystan Múla fáa ikki nýggjar tunlar í jólagávu kortini. Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum er orsøkin, sigur Sigurd Ó. Vang, deildarleiðari á verkætlanardeildini hjá Landsverki, í samrøðu við útvarpið.

- Sambært abreiðstøkusáttmálanum skulu teir vera avhendaðir í endanum av árinum, men tað spælir inn við verkfallinum sum var, og tað gevur rætt til tíðarleinging.

- So tað ganga nakrar vikur inn í nýggja árið, áðrenn teir vera lidnir, sigur Sigurd Ó. Vang.

Fyrsta skotið fyri tunlunum norður um Fjall var latið av 30. september í 2021, og eftir ætlan skuldu tunlarnir vera lidnir í desember í ár.

Tunlarnir vera mettir at kosta 522 milliónir, og tann metingin sær út til at halda, sigur Landsverk.

Ætlanin er, at báðir tunlarnir vera tiknir í nýtslu samstundis - einaferð fyrst í 2025.

Tað er Articon, sum stendur fyri arbeiðinum at byggja teir báðar nýggju tunlarnar, Árnafjarðartunnilin og Hvannasundstunnilin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2024

4 Leygardagur 13. juli 2024

Gongur seint við uppafturbygging hjá City Church

- Fyrst mugu vit koma á mál við trygging og uppgerð av skaðanum. Enn eru vit ikki komin á mál við hesum, sigur Tom Jacobsen, pastorur í City Church

Soleiðis sá salurin út nakað aftaná eldsbrunan (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
SkrivaÐ:

Áron Vest

Tað var beint eftir midnátt 28. februar í ár, at stórur eldur birtist í samkomubygninginum hjá City Church í Havn. Skaðin var sera umfatandi, men lukkutíð stóðst ongin mannaskaði av hendingini. 

Vit hava tosað við Tom Jacobsen, pastor í City Church, ið greitt kann staðfesta, at tað tekur tíð at koma á mál, eftir slíkan skaða.

Tað tekur tíð
- Tá slikt hendur, so er ymiskt sum fer í gongd. Til dømis byrjar tilgongdin við trygging og skaðauppgerð. Enn eru vit ikki komin á mál við hesum, men vóna at fáa hetta avgreitt skjótast gjørligt, sigur Tom Jacobsen við Portalin.

Tað er ongin loyna, at bygningurin nokk aldrin verður júst hin sami, sum áðrenn skaðan. Um hetta sigur Tom, at tey hava eisini verið í samband við Tórshavnar kommunu, og tingast um hvat tey í City Church ynskja, tá tey byggja uppaftur.

Tað er torført at siga, nær tey í City Church sleppa inn í nýggja salin, tá tey ikki eru komin so langt í tilgongdini. 

- Tað eru nógv ting, ið mugu koma uppá pláss, áðrenn vit kunnu fara at tosa um eina tíðarrammu. Tó ynskja vit sjálvandi, at tað skal vera so skjótt sum til ber, sigur ein optimistiskur Tom Jacobsen.

[object Object]Mynd frá februar, tá eldurin, sum kom í samkomubygningin hjá City Church, var sløktur (Mynd: Sverri Egholm)

Virksemið er nú í Reinsarínum og í Perluni
Stutt eftir at eldur kom í, fór leiðslan í City Church á fund við Tórshavnar kommunu. Her siga tey seg bara hava møtt vælvild.

- Tey bjóðaðu okkum at vera í Reinsarínum og í Perluni, og har húsast vit so nú. Sjálvandi mugu vit tillaga okkum, tá so nógv ymiskt virksemi er. Hetta tekur eisini tíð, men vit meta, at hetta er um at koma uppá pláss.

Tað mesta av virkseminum hjá City Church er nú flutt til sunnudag og higartil, í staðin fyri at bjóða til eina ókeypis máltíð, hava tey givið mat út til tey, ið hava tørv á tí. 

- Samkoman er ikki bygningurin
Tá vit spyrja Tom, um tey í City Church eru bjartskygd, hóast slíkan vátan vøtt á vangan, so er hann ikki í iva.

- Tað var als ikki í okkara tonkum, at slíkt kundi henda. Vit standa so her við hesari avbjóðingini, og eg má siga, at fólk í City Church hava verið sera bjartskygd og jalig. Samkoman er jú ikki bygningurin og virksemið hjá City Church steðgar ikki upp, sjálvt um bygningurin ikki er har beint nú. Okkara endamál er akkurát tað sama sum áðrenn, sigur Tom Jacobsen.

Hann leggur afturat, at hóast tey ikki hava eitt stað at savnast í løtuni, so hava tey sæð týdningin av hesum, og gleða teg seg tí til at slepp inn aftur í teirra bygning.

[object Object]Soleiðis sá salurin í City Church annars út, her í 2020 (Mynd: Ólavur Frederiksen / Farephoto)

Tá vit spyrja Tom um framtíðarætlanir viðvíkjandi uppafturbygging av samkomubygninginum, sigur hann, at bygningurin má rúma teirra virksemi. Tónleikur og máltíðir fylla nógv í virkseminum, so hetta hevur høga raðfesting hjá City Church.

- Eisini ynskja vit ein bygning, sum er atkomiligur fyri øll, so vit mugu hava lyftu, vesi til rørslutarnað og eisin mugu onnur viðurskifti uppá pláss, fyri at gera hetta gjørligt, sigur Tom Jacobsen, pastorur í City Church, at enda.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2024

5

Størv

Henning Larsen Føroyar søkir eftir fólki

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Seniorrådgivare till att arbeta med miljö- och klimatfrågor till avdelningen för tillväxt och klimat på Nordiska ministerrådet i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 05. desember 2024

Farmakonomur til okkara KT-deild

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Móttøkufólk / lærlingur til Reyni Service

Meira Umsóknarfreist: 29. november 2024

Nordiska ministerrådet söker en proaktiv IT-supporter som även är teknisk systemansvarig

Meira Umsóknarfreist: 02. desember 2024

Stjóri til nýtt altjóða sølufelag

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Fyri Demenstænastuna í Roðanum verður søkt eftir køksstarvsfólki til Dagtilboðið á Skála

Meira Umsóknarfreist: 27. november 2024

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024
6 Leygardagur 13. juli 2024

Landsstýrið tikið nýtt lán fyri 900 milliónir

Í mai tók landsstýrið lán á beint yvir eina milliard

Talan er um eitt 15-ára lán. Rentan er á beint yvir 3,6 prosent (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroya Landsstýri tók í mai eitt lán á 1,1 millardir krónur. Hetta var við at selja lánsbrøv í Føroyum og uttanlands, og var tað fyri at aftur lán, sum skuldi fella til gjaldingar fyrst í jan.

Les meira: Landsstýrið hevur tikið lá á yvir eina milliard

Nú hevur landsstýrið tikið eitt lán áljóðandi á 900 milliónir krónur. Landsbankin skrivar, at talan er um eitt 15-ára lán. Rentan er á beint yvir 3,6 prosent.

- Landsstýrið kann eitt ár frammanundan, at eitt lán fellur til gjaldingar, taka lán til endurfígging. Tí hevur landsstýrið longu nú tann 1. juli 2024 tikið eitt 15-ára standandi lán uppá 900 milliónir krónur, sum fellur til gjaldingar 1. juli 2039. Effektiva rentan er 3,624 prosent. Hesar 900 milliónirnar vera plaseraðar stutt fram til 2. juni 2025, tá ið lánið uppá 1.645 milliónir krónur skal afturrindast.

Í mai næsta ár verður væntandi aftur ein lántøka framd fyri írestandi upphædd, sum er 745 milliónir krónur. Eisini skal ein upphædd koma til fígging av hallinum á fíggjarlógini í 2023 og 2024, umframt møguliga til gjaldførið. Hetta er so, at landskassin heldur ásetingina í lógini um at hava 15 prosent av BTÚ í gjaldføri, skrivar Landsbanki Føroya.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2024

7 Leygardagur 13. juli 2024

Føroyska veðurlagið er í broyting 

Við støði í dátum og vitan, sum vórðu løgd fram á Veðurlagsdegnum, er greitt, at føroyska veðurlagið er í broyting

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Nú ber til at lesa samandrátt av væleydnaða Veðurlagsdegnum 2024, sum varð hildin á Hotel Hafnia 19. mars. Undir tiltakinum vórðu veðurlagsbroytingar í Føroyum settar í miðdepilin.

Umhvørvisstovan, Havstovan, Jarðfeingi, Tjóðsavnið, Landsverk, Hagstova Føroya og Veðurstova Føroya skipaðu fyri Veðurlagsdegnum 2024.  

Millum týdningarmestu niðurstøðurnar á Veðurlagsdegnum vóru: 

  • Miðalhitin í luftini um okkara leiðir er øktur 1 °C síðani 1873. 
  • Vatnskorpan við Føroyar er hækkað 10 cm seinastu 30 árini. 
  • Hitin niðri við botn í Bankarennuni er hækkaður 0,25 °C síðani 2001. 

Millum annað hetta ber til at lesa um í samandrátti, sum er gjørdur av Veðurlagsdegnum.   

Ætlanin er at skipa fyri nýggjum Veðurlagsdegi komandi ár, fyri at savna saman enn meira vitan. Langar tíðarrøðir eru av stórum týdningi fyri at útvega haldgóða vitan um veðurlagið og tær broytingar, sum eru farnar fram. Vit vóna, at Veðurlagsdagurin fer at vera ein støðug kelda til týðandi vitan um veðurlag okkara.  

Samandrátturin sæst her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2024

8 Leygardagur 13. juli 2024

Tyrlan eftir manni á ferðamannaskipi

Ferðamannaskipið var 120 sjómíl í ein útnyrðing úr Føroyum

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways var mánadagin eftir einum manni á ferðamannaskipinum Azamara Quest, sum var 120 sjómíl í ein útnyrðing úr Føroyum.

Maðurin skuldi undir læknahond.

Fráboðanin kom klokkan 12:50, og tveir tímar og 22 minuttir seinni lendi bjargingartyrlan við Landssjúkrahúsið.

Ferðamannaskipið var á veg til Føroyar. Tað vitjaði í Runavík týsdagin.

Umborð á 181 metra langa skipinum vóru 571 ferðafólk úr Kanada, USA, Onglandi og Avstralia, og manningin telur umleið 400 fólk.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2024

9 Leygardagur 13. juli 2024

Jógvan Sundstein farin

Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, doyði mánadagin, 91 ára gamal

(Mynd: Kvf)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, andaðist í heiminum í Holbæk mánadagin.

Hann bleiv 91 ára gamal.

Jógvan Sundstein var løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin frá 1970 til 1994, og var eisini løgtingsformaður eitt valskeið frá 1980 til 1984.

Árini 1989 til 1991 var hann løgmaður. Seinni var hann eisini landsstýrismaður við fíggjarmálum.

Jógvan Sundstein var giftur Lydiu Marstein úr Klaksvík. Tey fingu trý børn.

Minningarorð eru at lesa aftast í Blaðnum í dag


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2024

10 Leygardagur 13. juli 2024

Glyvra skúli skal hitast við kelduvatni

Heita keldan sum varð funnin fyri hálvum øðrum ári síðan er á leið har, sum Glyvra Bio stóð í gomlum døgum

(Mynd: Runavíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í 2022 gjørdu Jarðfeingi og Runavíkar kommuna nakrar royndir við boringum í økinum kring um Glyvra skúla. Ein ábending var um, at heitari vatn enn vanligt fanst í økinum. Á leið har sum Glyvra Bio stóð í gomlum døgum varð stutt fyri jól í 2022 rakt við eina keldu, ið varð máld til á leið 23 hitastig. Eftir hálvtannað ár kann staðfestast, at keldan heldur sær varmanum viðvíkjandi.

Síðan hevur verið arbeitt við at gagnnýta orkuna í kelduni. Í góðum samstarvi millum Jarðfeingi, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Runavíkar kommunu hevur dúgliga verið arbeitt við málinum. Tað mest sjávsagda var at brúka orkuna til upphiting í skúlanum, og metingin er, at hon megnar at hita núverandi skúla og eina ætlaða útbygging og væl tað, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.

Í miðal hesi seinastu sjey árini hevur skúlin brúkt 45.123 litrar av olju til upphiting. Miðalkostnaðurin fyri árið hevur verið 238.024 krónur.

Arbeiðið at gera eina hitaskipan varð bjóðað út, og lægsta boðið - á 1.384.788,77 krónur - átti felagið Zacharis Leitisstein. Fróði Horn Baldvinsson og Tórbjørn Jacobsen skrivaðu undir avtalu um at fremja ætlanina í verki í farnu viku. Jarðfeingi og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið stuðla ætlanini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2024

11 Leygardagur 13. juli 2024

Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. juni

Fólkatalið vaks við 323 seinasta árið - 0,6 prosent

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

1. juni búðu 54.687 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks seinasta árið við 323 fólkum, og tað er ein vøkstur á 0,6 prosent.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári, men vøksturin gerst minni og minni fyri hvørjar tólv mánaðar, sum ganga. Seinasta árið vaks fólkatalið við 0,6 prosentum, og tað er væl minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá tað vaks við 0,9 prosentum, skrivar Hagstovan.

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting - munurin millum tilflyting og fráflyting - og burðaravlopi - munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 140 og eini nettoflyting á 183.

Seinasta árið vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Klaksvíkar, Nes, Runavíkar og Eysturkommunu. Fólkatalið minkaði mest í Eiðis, Vágs og Vestmanna kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2024

12 Leygardagur 13. juli 2024

Føroyskir arbeiðstakarar verri heilsu enn danskir

Yvir 9.000 arbeiðstakarar í Føroyum hava svarað stórari spurnakanning um arbeiðsumhvørvi, og yvirskipað meta føroyskir arbeiðstakarar seg sum heild at hava verri heilsu enn teir donsku, og tey yngru siga seg hava verri heilsu enn tey eldru

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

9.420 arbeiðstakarar í Føroyum hava svarað stóru kanningini, Arbeiðið og tú, sum Granskingarráðið, Vellivforeningen, Betri Stuðul og Fakfelagssamstarvið hava fíggjað. Kanningin skuldi lýsa, hvat arbeiðstakarar halda um sítt arbeiðsumhvørvi, sína heilsu og sín trivnað á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Í nýggjari frágreiðing um kanningina verða føroysku úrslitini samanborin við tilsvarandi úrslit frá danska arbeiðsmarknaðinum.

Sum liður í sínari post doc hevur Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, og Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, gjørt hesa frágreiðingina í samstarvi við Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø.

Yvirskipað meta føroyskir arbeiðstakarar seg sum heild at hava verri heilsu enn teir donsku, og tey yngru siga seg hava verri heilsu enn tey eldru. Eisini er útbreiðslan av ringum atburði sum harðskapi, hóttanum, happing og mismuni størri í Føroyum enn í Danmark, og úrslitini benda á, at kvinnur eru oftari fyri ringum atburði enn menn á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. Yngri arbeiðstakarar uppliva oftari ringan atburð á arbeiðsplássum enn tey eldru.

Arbeiðstakarar við handaligum arbeiði meta seg í størri mun enn aðrir starvsbólkar at hava vánalig trygdarviðurskifti á arbeiðsplássinum. Munandi fleiri í hesum starvsbólki enn í øðrum bólkum hava verið fyri minst einum arbeiðsóhappi. Ótroyttir møguleikar eru fyri at betra um viðurskiftini hjá hesum starvsfólkunum fyri at tryggja, at arbeiðsumhvørvið bøtist og at byrgt verður fyri arbeiðsóhappum.

Tíðindaskriv frá Fróðskaparsetri Føroya


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2024

13 Leygardagur 13. juli 2024

Góðkenning av umhvørvisárinsmeting fyri vindmyllulund í Klivaløkshaga

SEV hevur tilevnað eitt uppskot um at seta millum fimm og sjey vindmyllur upp í Klivaløkshaga vestan fyri Sands bygd. Staðsetingin í uppskotinum er ein lutfalsliga breiður fjallaryggur ella kambur millum Klivarnar og Vørðuna

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Verkætlanin verður bjóðað út. Tann, sum vinnur útboðið hevur innan givnar karmar ávíst frælsi til at avgera slag og stødd og staðseta myllurnar, soleiðis at størst møguligur máttur fæst burturúr. Eftirgerðir (simuleringar) av myllunum í lendinum, vindviðurskiftum og framleiðslu taka støði í staðsetingum úr 168 upp í 277 metra hædd og fýra ymiskum myllum við tvørmáti á 82 til 117 metrar, hæddin á tornum á 78,3 til 97 metrar, og samlaða hædd á 119,3 til 155 metra hædd. Samlaði mátturin er 21 til 21, 6 megawatt (MW).

Eitt uppskot er gjørt til atkomuveg, ið ætlandi verður bundin í vegin millum Sand og Skopun, nakað norðan fyri íbindingina frá undirsjóvartunlinum.

Samlaði lendistørvurin til ætlaða vindmylluvirksemið er mettur til 30.000 fermetrar, íroknað til vindmyllufundament, kranaøki, atkomuveg og vegir millum myllurnar.

Ætlaða vindmyllulundin verður bundin í koplingsstøðina heima á Sandi, sannlíkt við tveimum kaðalum. Fyri at ávirka hagan og umhvørvið sum minst, verða kaðalar so vítt møguligt lagdir í vegirnar.

SEV hevur gjørt eina árinsmeting, ið viðger hvørja ávirkan vindmylluverkið kann hava á náttúru og umhvørvi. Hugt verður eftir, hvussu vindmyllurnar síggjast í landslagnum, og mett verður, um vindmyllurnar fara at elva til ampa orsakað av óljóði, skuggakasti og endurskini. Gjørd er frágreiðing um lívfrøðiliga margfeldið í økinum, har mett verður um ávirkan á djóra- og plantulív. Árinsmetingin viðgerð eisini, hvørji atlit verða tikin til náttúru og umhvørvi í økinum.

Mett verður ikki, at vindmyllurnar verða til ampa vegna óljóð, skuggakast ella endurskin. Vindmyllurnar verða sjónligar frá Sands bygd, frá Gróthúsvatni og frá vegnum til Søltuvíkar og frá lendinum har um vegir. Vindmyllurnar kunnu fáa neiligt árin, serliga á búfuglin í økinum. Umhvørvisstovan hevur sett ávísar treytir til SEV og til felagið, sum vinnur útboðið, ið skulu tryggja, at árinini á náttúru og umhvørvi verða minst møgulig, og at fylgt verður við gongdini hjá fugli í økinum.

Umhvørvisárinsmetingin sæst her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2024

14 Leygardagur 13. juli 2024

Semingsroyndin útsett

Semingsroyndin millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið verður eftir ólavsøku

Terje Sigurðsson, semingsmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Semingsroyndin millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Maskinmeistarafelagið er útsett til eftir ólavsøku.

Terje Sigurðsson, semingsmaður sigur við Kringvarpið at summarfrítíðin ger, at tað ber ikki til at hava semingsroyndina fyrr.

Tað var 5. juli at Maskinmeistarafelagið boðaði frá, at samráðingarnar við KAF um sáttmála fyri maskinmeistarar hjá SEV og IRF vóru slitnaðar, og at semingsstovnurin var boðsendur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2024

15 Leygardagur 13. juli 2024

Paul Watson kemur ikki til Føroya við skipi kortini

John Paul de Joria kemur ikki til Føroya hóast tað fyrr í summar hevur verið lagt upp til hetta. Farið verður í Kyrrahavið

John Paul de Joria var í Føroyum í tvær vikur í fjørsummar (Savnsmynd: Captain Paul Watson Foundation)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður ikki við skipinum John Paul de Joria, at felagsskapurin hjá Paul Watson, kemur at órógva føroyskt grindadráp.

Felagsskapurin boðar nú frá, at John Paul de Joria fer at seta kós móti Kyrraharvinum, og sjóneykan er á nýggja hvalaveiðuskipinum hjá Japan, Kanei Maru.

Ætlanin var sum skilst annars at fara til Íslands at forða hvalaveiði, men har verður eingin hvalaveiða fyribils. Skipið kemur heldur ikki til Føroya, tí ótti er fyri at missa flaggið, um tey koma í føroyskt sjóøki.

John Paul de Joria hevur seinastu vikurnar ligið í írska høvuðsstaðnum Dublin, har skipið hevur verið gjørt klárt. Enn er óvist nær farið verður móti Kyrraharvinum, men greitt er at siglast skal gjøgnum truplu útnyrðingsleiðina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2024

16 Leygardagur 13. juli 2024

2023 gjørdist eitt gott ár hjá Arbeiðsloysisskipanini

Ársúrslitið er slakar 201 milliónir krónur betri enn tað var í 2022 – hjá ALS eru tey væl nøgd við úrslitið, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Stýrið fyri ALS hevur samtykt ársroknskapin hjá ALS fyri 2023.

Roknskapurin vísir eitt avlop á 225,8 milliónir krónur, sum er tað mesta í søguni hjá ALS. Ársúrslitið er slakar 201 milliónir krónur betri enn tað var í 2022.

Eginognin hjá ALS er nú komin upp á 1.333 milliónir krónur.

Lága arbeiðsloysið, sum hevur verið í Føroyum seinastu nógvu árini, helt fram í farna árið, og í miðal fyri alt árið var arbeiðsloysið í 2023 júst tað sama sum árið fyri – 0,8 prosent.

Tíggjunda árið á rað var arbeiðsloysið í Føroyum í 2023 tað lægsta samanborið við onnur lond í Evropa, og var eitt tað lægsta yvirhøvur í øllum heiminum. Tað var bara í londunum Katar, Kambodja og Niger at arbeiðsloysið í 2023 var lægri, enn tað var í Føroyum.

Samlaðu inngjøldini vóru 232,3 milliónir krónur, sum er tað mesta, síðani ALS-gjaldið lækkaði 1. januar 2021, og tað triðmesta yvirhøvur, síðani ALS var stovnað fyri 32 árum síðani.

Undantikið árið við koronasmittuni eru samlaðu útgjøldini rættiliga støðugt minkaði síðani 2011, tá ALS rindaði 308,4 milliónir krónur í arbeiðsloysisstuðli. Í 2023 vóru samlaðu útgjøldini av arbeiðsloysisstuðli 58,3 milliónir krónur í mun til 62,5 milliónir í 2022.

Útgjøldini av vanligum arbeiðsloysisstuðli minkaðu við 4,6 milliónir krónum úr 31,5 milliónum niður í 26,9 milliónir krónur. Hinvegin vuksu útgjøldini úr fiskavirkisskipanini nakað - úr 28,1 upp í 28,3 milliónir krónur.

Samlaða útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini fór harvið upp um útgjaldið av vanligum arbeiðsloysisstuðli. Tað er fyrstu ferð, at tað er komið fyri.

Skiftisavlopið – tað er munurin millum samlaðu inngjøldini og samlaðu útgjøldini – gjørdist eitt avlop á 175,26 milliónir krónur í mun til 159,6 milliónir í 2022.

Starvsfólkakostnaðirnir hækkaðu við 505.000 krónum, sum svarar til eina hækking á 3,0 prosent, sum er nakað minni enn tað, sum sáttmálalønirnar hækkaðu.

Rakstrarkostnaðirnir vóru 5,3 milliónir krónur, sum er eitt tað lægsta seinastu nógvu árini.

Samlaðu virðisbrævaognirnar vuksu við sløkum 215 milliónum krónum, og vóru 1.274,1 milliónir krónur við árslok í 2023.

Rættiligt órógv var á altjóða fíggjarmarknaðunum í 2022. Tað hevði við sær, at Arbeiðsloysisskipanin hevði ein miss á 113,1 milliónir krónur av fíggjarognunum tað árið. Árið 2023 royndist hinvegin væl, og inntøkurnar av fíggjarognunum vóru 73,9 milliónir krónur, sum svarar til eina renting á 6,5 prosent.

Ársúrslitið í 2023 var eitt avlop á 225,8 milliónir krónur, sum er 201,0 milliónir krónur meiri enn í 2022.

Við árslok var eginognin 1.333 milliónir krónur, sum er tað mesta í søgu ALS.

– Stýrið og stjórnin fyri ALS eru væl nøgd við úrslitið. Bæði skiftisavlopið og ársúrslitið vóru munandi betur enn árið fyri, og við avlopinum í 2023 er Arbeiðsloysisskipanin styrkt enn meira, langtíðarhaldførið er gott, og skipanin er fíggjarliga sera væl fyri at standa ímóti bakkøstum, sum kunnu koma, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri hjá ALS

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2024

17 Leygardagur 13. juli 2024

Bjargafuglur skal hava betri vernd

Higartil hevur tað bara verið sjófuglurin í bjørgum og urðum í Nólsoy, Skúgvoy og Mykinesi, sum hevur notið gott av strongum reglum um sigling undir landi í summarhálvuni, men tíðin er komin at vit víðka verandi vernd til at fevna allan bjargafugl í Føroyum, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú fer allur bjargafuglur at fáa somu vernd fyri órógv frá ferðslu á sjónum kring oyggjarnar.

– Tíðin er komin at vit víðka verandi vernd til at fevna allan bjargafugl í Føroyum, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.

Higartil hevur tað bara verið sjófuglurin í bjørgum og urðum í Nólsoy, Skúgvoy og Mykinesi, sum hevur notið gott av strongum reglum um sigling undir landi í summarhálvuni.

Umhvørvismálaráðið hevur sent nú kunngerðaruppskot í almenna hoyring, sum víðkar verndina til at fevna um allan sjófugl í landinum. Uppskotið hevur við sær, at ikki verður loyvt at sigla skjótari enn átta míl nærri enn 500 metrar úr landi í tíðarskeiðinum 15. apríl til 31. august. Ferðavmarkingin skal tryggja, at fuglurin verður órógvaður sum minst í bútíðini.

Freistin at gera viðmerkingar er sett til mikudagin 28. august.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2024

18 Leygardagur 13. juli 2024

FNU: Verjið lívmargfeldið – týnið garðaskøruna

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag skipar fyri Skørudøgum, har har felagið eggjar øllum at fara út í náttúruna at týna garðaskøruna

(Savnsmynd: Maria Gulklett)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Vit kenna hana øll – skøran, sum ger okkum øran. Í minsta lagi seks sløg av skøru vaksa í Føroyum, men tað er einans garðaskøran (Alchemilla mollis), sum veksur alt ov væl og er nærum allastaðni - framvið vegum, áarbakkum, í bønum - ja, allastaðni har hon sleppur, tekur hon yvir. Øll hini skørusløgini eru vakrar upprunaplantur, men garðaskøran er ein innræsin planta, sum merkir, at øll hini plantusløgini mugu víkja undan henni.

Soleiðis skrivar Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU), sum hevur tikið stig til skørudagar, har felagið eggjar øllum at fara út í náttúruna at týna garðaskøruna.

– Innræsin plantusløg eru plantur, sum eru meira kappingarførar enn onnur plantusløg. Av tí sama eru tær kappingarneytar við okkara uppruna plantufjølbroytni og eru við til at skumpa onnur plantusløg burtur og taka yvir øki. Garðaskøran hevur fingið gott rótfesti um allar Føroyar, og vit síggja, at vernd av lívmargfeldinum ikki verður raðfest av øllum kommunum kring landið.

Næsti skørudagur verður sunnudagin 14. juli, og FNU heitir á øll um at fara í hernað móti garðaskøruni.

– Hevur tú sæð garðaskøruna breiða seg uttanfyri hjá tær ella í nærumhvørvinum? Samlið grannar, familju ella vinir og farið í hernað móti garðaskøruni!

Vegleiðing til týning og burturbeinan av garðaskøru sæst her.

FNU skipar eisini fyri kapping í sambandi við Skørudagar.

– Øll, sum luttaka og tagga FNU í stríðnum móti garðaskøruni, eru við í lutakastinum um trígggjar gávueskjur, sum eru samansettar av lekkrum føroyskum vørum frá m.a. Spírar og sporar, Bjarnastovu og Gómagott.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2024

19
Leygardagur 13. juli 2024

Bakkafrost tillagar virksemið í Skotlandi

Bakkafrost hevur tikið nógvan laks í Skotlandi í fyrru helvt av árinum. Men orsakað av minni útseting, avmarkaðari mongd í sjónum í ávísum økjum og stóru frástøðuni millum øki í Skotlandi, verður sera avmarkað tøkumongd í norðurøkinum í Skotlandi næstu 18 mánaðirnar

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, og Rúni M. Hansen, nevndarformaður
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta ávirkar virksemið hjá Bakkafrost í Stornoway á Hebridunum, har eitt av tveimum virkjum hjá Bakkafrost í Skotlandi eru. Hetta virksemi verður nú skert. Bakkafrost hevur boðað frá, at ein longri steðgur verður í virkseminum á kryvjistøðini og virkinum í Arnish og Marybank, og tí eru fyribils tey 80 ársverkini á staðnum í vanda.

Bakkafrost sigur, at tey eru í eini skiftistíð í virkseminum í Skotlandi, og hetta viðførir óstøðuga tøku ígjøgnum árið. Bakkafrost ger stórar útbyggingar í Skotlandi, og tað at byggingin av Applecross smoltstøðini er seinkað, hevur viðført seinkingar við størri smoltum og hetta ávirkar eisini tøkumongdina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2024

20 Leygardagur 13. juli 2024

298 fólk fingu tilboð um lestrarpláss

Við vetrarupptøkuni er samlaða talið 323 lestrarpláss fyri árið 2024. Bíðilisti er til fimm útbúgvingar; harav til fólkaskúlalærara, sum flesti hava søkt inn til

Mynd: setur.fo
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Lestrarskrivstovan hevur í vikuni boðið 298 umsøkjarum lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya komandi lestrarár, og við vetrarupptøkuni er samlaða talið tí 323 lestrarpláss fyri árið 2024.

Hesum boðar Fróðskaparsetur Føroya frá á heimasíðu sínari í dag.

Tað er ymiskt, hvørji boð fólk hava fingið. Tað eru tey umleið 300, sum kunnu fegnast, men summi hava eisini fingið at vita, at tey ikki eru skikkað. Onnur eru eisini sett á bíðilista.

- Nú summarsins umsóknir eru viðgjørdar, hevur Lestrarskrivstovan sent øllum umsøkjarum svar. Nøkur eru ikki skikkað og hava fingið noktandi svar, onnur eru komin á bíðilista, og so hava 298 skikkaðir umsøkjarar fingið tilboð um lestrarpláss. 

Bíðilisti er til fimm útbúgvingar, og fyri at sleppa inn á tær er kravið í minsta lagi hesi miðaltøl: Fólkaskúlalærari (7,5), sjúkrarøktarfrøði (7,1), lívfrøði (6,9), mýlalívsvísindi (5,2) og námsfrøði  (3,2). Heilir 73 søktu at lesa til fólkaskúlalærara.

Á summum útbúgvingum eru lestrarplássini fleiri í tali enn talið á umsóknum, og ein orsøk er til tað, skrivar Fróðskaparsetrið

- Umsøkjaratalið verður gjørt upp eftir fremstu raðfesting hjá umsøkjarunum, og fleiri hava fingið tilboð um lestrarpláss á tí útbúgvingini, sum tey hava valt sum sína aðru raðfesting í umsóknini. Hetta er til dømis galdandi fyri námsfrøði, har 54 hava fingið í boði eitt lestrarpláss, hóast bara 39 umsøkjarar valdu námsfrøði sum fremstu raðfesting.

Tey 298, sum hava fingið tilboð um lestrarpláss, hava nú freist til klokkan 24 tann 1. august til at vátta, at tey taka av plássinum. Eftir hetta verður lýst við møguligum tøkum lestrarplássum. Lestrarárið á Fróðskaparsetri Føroya byrjar annars 19. august 2024.

Til ber at lesa meira um tað her

HER sæst yvirlit yvir, hvussu nógv søktu inn til hvørja útbúgving, og hvussu nógv sluppu inn á

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2024

21 Leygardagur 13. juli 2024

Føroyska Rynkeby-liðið í Paris

Tey bæði føroysku liðini hittust norðan fyri Paris fríggjadagin og súkklaðu inn í franska høvuðsstaðin leygardagin

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinnapartin leygardagin kom stóri føroyski Rynkeby-hópurin á mál í Paris.

Í ár hevur Team Rynkeby Føroyar verið býtt í tveir bólkar. Tey sum súkkla úr Danmark til Fraklands, og so hevur eitt lið súkklað í Alpunum.

Túrurin byrjaði á Norrønu hósdagin í undanfarnu viku.

Á ferðini súkklaðu tey fýra dagar í Týsklandi, vendu í Niðurlondum, ein dag í Belgia og tríggjar dagar í Fraklandi. Tilsamans 1.250 kilometrar og 5.400 hæddarmetrar.

Hjá Team Rynkeby Sornfelli, sum fjallaliðið eitur, byrjaði túrurin í alpubýnum Brides-les-Bains. Tey súkklaðu í tríggjar dagar í Alpunum, áðrenn kósin varð sett móti Paris. Tilsamans 945 kilometrar og 13.800 hæddarmetrar.

Fríggjakvøldið hittust føroysku liðini í Melun, sunnan fyri franska høvuðsstaðin og fylgdust til Paris.

Hetta er 11. árið, at Team Rynkeby Føroyar hevur lið, sum súkklar til Paris. Undirtøkan fyri at vera við í felagsskapinum og áhugin at stuðla innsavningini hjá Team Rynkeby er vaksin á hvørjum ári.

Knapt 100 fólk vóru við í toyminum í ár. 74 súkklarar og 21 hjálparfólk.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2024

22 Leygardagur 13. juli 2024

Steintóra er forkvinna í Prestafelagnum

Formaðurin seinastu 14 árini, Theodor Eli Dam Olsen, stillaði ikki uppaftur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Steintóra Gleðisheygg Joensen er nýggj forkvinna í Prestafelag Føroya.

Á aðalfundi í felagnum herfyri stillaði formaðurin seinastu 14 árini, Theodor Eli Dam Olsen, ikki uppaftur. Hann hevur verið í nevndini síðan 2008.

Símun Persson Jacobsen varð afturvaldur, og Maria Jørðdal Niclasen helt eisini fram. Hon stóð ikki fyri vali hesaferð. Nýggj í nevndini er Steintóra Gleðisheyg Joensen, og Heri J. Joensen varð afturvaldur sum tiltakslimur.

Nýggja nevndin hevur skipað seg við Steintóru Gleðisheygg Joensen sum forkvinnu, Símuni Perssyni Jacobsen sum næstformanni og Mariu Jørðdal Niclasen sum kassameistara.

Prestafelag Føroya er fakfelag prestanna í Føroyum og hevur samráðingarrættin við Fíggjarmálaráðið.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2024

23 Leygardagur 13. juli 2024

Hanus Joensen farin frá vegna aldur

Í dag var hátíðarhald á Undirvísingarstýrinum í samband við, at Hanus Joensen, ráðgevi á fólkaskúlaøkinum, leggur frá sær vegna aldur.

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hósdagin var hátíðarhald á Undirvísingarstýrinum í samband við, at Hanus Joensen, ráðgevi á fólkaskúlaøkinum, leggur frá sær vegna aldur.

Mong munnu kenna Hanus frá hansara tíð innan fólkaskúlan. Hanus var millum annað í mong ár skúlastjóri, fyrst í Tórshavnar kommunuskúla og síðan samanlagda Skúlanum á Fløtum. Hanus er eisini kendur fyri so mangt annað. Millum annað sum hondbóltspælari, telvari, kórleiðari og urguspælari. Hanus hevur síðan 2017 starvast sum ráðgevi í Undirvísingarstýrinum innan fólkaskúlaøkið.

Stjórin á Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen, handaði Hanusi eina gávu og bar fram eina heilsan, har hann millum annað nevndi hetta:

– Góði Hanus, Tú hevur nú í 50 ár tænt føroyska fólkaskúlanum. Sum vanligur lærari, sum skúlastjóri og sum ráðgevi. Tú hevur hesi árini upplivað og verið við til at myndað stórar broytingar í fólkaskúlaskipanini. Tað, at hava ein góðan skúla, trúgvi eg, hevur øll hesi 50 árini, staðið fremst í tínum huga. Tú ert framskygdur og sært heldur møguleikar enn forðingar, og smæðist ikki við at eggja okkum øllum til at seta okkum høg mál.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2024

24 Leygardagur 13. juli 2024

Býarlundin í Havn liðug

Býarlundin er fyrsta stig í ætlanini at gera miðbýin grønari og urtagarðskendan

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Býarlundin í miðbýnum í Havn er nú liðug. Við býarlundini fáa fólk eitt uttandura øki, har børn og vaksin kunnu njóta løtuna og býin.

Longu nú er býarlundin væl vitjað. Fleiri vitjandi nýta høvið at royna ljóðførini, ið eru sett upp. Eisini eru spæliøki, har børnini fáa roynt seg. So talan er um eina lund, har øll kunnu njóta eina góða løtu.

Býarlundin er fyrsta stig í ætlanini at gera miðbýin grønari og urtagarðskendan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2024

25 Leygardagur 13. juli 2024

Tórsfest: Hetta er ikki nóg gott

Eingin kvinna er á plakatini hjá Tórsfest 2024, og fyriskipararnir ásanna nú, at tað ikki er nóg gott

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinastu dagarnar hava atfinningar verið um, at eingin kvinna er á plakatini hjá Tórsfest, sum verður í Vágsbotni fríggjadagin 26. juli.

Og fyriskipararnri ásanna nú, at hetta er ikki nóg gott, og at tað verður tikið við í eftirmetingarnar fyri í konsertdagin.

- Tað hevur verið nógv umrøða um ójøvnu kynsumboðanina á Tórsfest 2024. Vit ásanna, at hettar er ikki nóg gott.

- Vit taka fegin ímóti øllum góðum hugskotum, ráðum og atfinningum, og hetta verður tikið við, tá vit eftirmeta Tórsfest 2024, siga fyriskipararnir.

Lagt verður afturat, at kvinnuligir tónleikarar til Tórsfest 2025 longu eru bílagdir.

Portalurin spurdi týskvøldið og fram til á middegi mikudagin lesarar sínar hvat tey søgdu til henda spurning: Hevur jøvn kynsumboðan á føroysku festivalunum týdning fyri teg?

Heili 88 prosent søgdu 'nei' og einans 12 prosent svaraðu 'ja'.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2024

26 Leygardagur 13. juli 2024

Frumframførsla av nýskrivaðari sonatu fyri solo violin

Andrias Blaasvær fer komandi dagarnar at hava tríggjar konsertir í Føroyum - í Mariukirkjuni í Havn, Elduvíkar kirkju, og Gøtu kirkju

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Komandi dagarnar hevur Andrias Blaasvær tríggjar konsertir í Føroyum.

Andrias Blaasvær er 25 ára gamal og ættaður úr Havn. Hann byrjaði at spæla violin sum 12 ára gamal hjá Nikolaos Kapnas, og bleiv liðugur á Kongaliga danska musikkonservatorinum í Keypmannahavn í juni í ár. Undirvísarar vóru Elisabeth Zeuthen og Alexander Zapolski.

Andrias hevur arbeitt sum undirvísari, komponistur, orkesturtónleikari og solistur við síðuna av lesnaðanum. Hann hevur spælt við í m.a. Danmarks Radio, Kongaliga Kapellinum, Copenhagen Phil, Underholdningsorkestret og er fastur limur av det Danske Ungdomsensemble, Manus kvartett og Føroya Symfoniorkestri, har hann eisini hevur verið solistur.

Í 2023 vann Andrias tónleikakappingina Stella Polaris, og hevur seinastu tíðina skrivað sína stóru sonatu fyri solo violin liðna. Sonatan, sum er í fýra satsum verður frumframførd næstu dagarnar.

Fyrsta konsertin verður í Mariukirkjuni í Havn í dag klokkan 15, onnur verður í morgin kl. 16 í Elduvíkar kirkju, og seinasta konsertin verður mánakvøldið kl. 20 í Gøtu kirkju.

Konsertirnar eru fyriskipaðar av Summartónum og eru allar ókeypis.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2024

27 Leygardagur 13. juli 2024

Málningaframsýning á Laksatorginum

í sambandi við Laksatorgið á Glyvrum í dag verður opið hús í Íshúsinum, har Finleif Mortensen og Sonja Ingolfsdóttir Jacobsen sýna fram málningar

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Á Laksatorginum í dag verður opið hús í Íshúsinum, har Finleif Mortensen og Sonja Ingolfsdóttir Jacobsen sýna fram málningar.

Finleif við sínum sterku og kláru litum hevur í nógv ár málað figurativar náttúrumálningar, men hann hevur flutt seg til eisini at mála abstrakt.

Sonja fer at vísa nakrar litríkar málningar, sum í høvuðsheitum koma at vísa eina løtumynd av gentum og kvinnum - ein steðgur mitt í lívsins meldri.

Laksatorgið er við bátahylin á Glyvrum, og framsýningin er opin í dag frá klokkan 10 til 16.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2024

28 Leygardagur 13. juli 2024

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur á Ljósfest

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur hevur spælt á øllum teimum stóru festivalum í Føroyum, og fríggjakvøldið 16. august fer orkestrið at spæla í tjaldinum á Ljósfestini í Vági

(Mynd: Vágs kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur verður at hoyra á ársins Ljósfest, sum verður í Vági vikuskiftið 16. til 18. august.

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur fer at spæla í tjaldinum fríggjakvøldið, skrivar Vágs kommuna.

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur hevur spælt á øllum teimum stóru festivalum í Føroyum. Teir hava útgivið eina framúr útgávu í 2015, sum bar heitið "If the Ocean was Wine". Fyri teirra framúr góða tónleik, vórðu teir tilnevndir eina FMA virðisløn í 2016, sum ársins bólkur/einstaklingar í folk, country og blues flokkinum.

Frobiar Sóknar Bluesorkestur byrjaði at spæla á sumri 2007. Tónleikurin er sermerktur frá gomlum Mississippi country - blues til nýggjan til bluesrokk og funk. Sera royndir tónleikarar hava mannað bólkin gjøgnum árini, eitt nú er royndi blues-sangarin Kristian Holbæk Kristensen forsangari og munnharpuleikari.

Umframt forsangaran eru tað sera royndir og ungir tónleikarar sum í dag myndað bluesbólkin. Nevnast kann, at Dennis Lave spælir á trummur og syngur. Dennis eisini er kendur frá navnframa rockbólkinum Deiggj. David Jacobsen, ið er ein  royndur tónleikari, spælir á bass. Afturat sær hava teir unga og evnaríka Óla Holbæk Mortensen, sonur Kristian, á gittar.

Umframt Frobiar Sóknar Bluesorkestur eru higartil hesi tónleikanøvn kunngjørd at spæla á Ljósfest: Vestmenn, Marius Ziska, Ronnie og Maria, Starlight og Janus W Mortensen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2024

29 Leygardagur 13. juli 2024

Hjarnar á Ljósfest

Fólkakæri tónleikabólkurin er ikki heilt ókendur á Ljósfest – Hjarnar framførdu bæði í 2021 og 2022, og báðar ferðirnar settu teir veruligt lív í áskoðarafjøldina

(Mynd: Vágs kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í ár verður føroyski tónleikabólkurin Hjarnar eitt av høvuðsnøvinum á Ljósfest, sum verður í Vági vikuskiftið 16. til 18. august.

Fólkakæri tónleikabólkurin Hjarnar framføra á stóra pallinum á ársins Ljósfest. Hjarnar eru ikki heilt ókendir á Ljósfest – teir hava framført bæði í 2021 og 2022, og báðar ferðirnar hava teir sett veruligt lív í áskoðarafjøldina, skrivar Vágs kommuna.

Forsangarin er Karl Martin Samuelsen og við honum eru Jógvan Olsen (keyboards), Hans Black (trummur), Eyðun Nolsøe (bass) og Ólavur Øster (guitar).

Hjarnar fara at framføra leygarkvøldið 17. august.

Umframt Hjarnar, so eru hesi tónleikanøvn almannakungjørd: Marius Ziska, Ronnie og Maria, Starlight, Janus W Mortensen, Vestmenn og Froðbiar Sóknar Bluesorkestur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2024

30 Leygardagur 13. juli 2024

Beinir og Dopha við nýggjum staklagi

Farna fríggjadag gav Beinir út lagið ’When I Open My Eyes’, sum er triðja staklagið av komandi heildarútgávu hansara

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyrstu ferð danir hoyrdu um Beinir, var tá ið hann var gestasangari á fyrstu útgávuni hjá ungu donsku songkvinnuni Dopha. Á summarlagnum ”When I Open My Eyes”, sum er triðja staklagið á komandi heildarútgávuni hjá Beinir, eru leiklutirnir býttir um.

Tað var á lagnum ”I’m Not Crying, You Are”, at Dopha og Beinir sungu saman í 2021. Lagið bleiv eitt av teimum mest spældu løgunum á útgávuni hjá Dopha.

Seinni hitaði Beinir upp á langari konsertferð hjá Dopha, har tey eisini spældu lagið, og hetta førdi til eitt vinarlag og tónleikaligt samstarv, sum nú er tikið upp aftur.

Um nýggja staklgið sigur Beinir:

– Tað var sera stuttligt at skriva og spæla inn “I’m Not Crying, You Are” saman. Eg havi alla tíðina hugsað um, at Dopha skuldi hava eitt pláss á mínari fyrstu heildarútgávu – eins og eg slapp at vera við hjá henni. Bæði tí tað var ein serlig uppliving at arbeiða saman við henni, og tí hon er ein góður tónleikari. Eg skrivaði "When I Open Eyes" ein dagin, tá eg kendi meg glaðan og sá, at eg einki hevði at stúra fyri. Alt gekk upp í eina hægri eind, og einki kundi hála meg niður og eg helt samstundis at hetta var tað rætta lagið at hava Dopha sum gestasangara.

Seinni í ár fara Beinir og bólkurin á konsertferð, har teir millum annað spæla í Løkshøll 23. november, í Aalborg 29. november, Aarhus 30. november og Keypmannahavn 1. desember.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2024

31 Leygardagur 13. juli 2024

Løgmaður sendi Keir Starmer lukkuynski

Føroyar virðismeta góða sambandið við Bretland, og at økt samstarv millum londini kann vera við til at styrkja um støðufesti og framburð í Norðuratlantshavi, sigur løgmaður

Keir Starmer (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Aksel V. Johannesen løgmaður sendi mándagin, vegna Føroya fólk og landsstýrið, nývalda bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer, lukkuynski.

Í brævinum skrivar løgmaður millum annað, at Føroyar virðismeta góða sambandið við Bretland, og at økt samstarv millum londini kann vera við til at styrkja um støðufesti og framburð í Norðuratlantshavi. 

Brævið frá løgmanni kann lesast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2024

32 Leygardagur 13. juli 2024

Julia Navalnaja eftirlýst í Russlandi

Einkjan eftir Aleksej Navalnyj er ákærd fyri at vera partur av einum viðgongdum bólki, og kann vænta at verða handtikin, um hon kemur aftur til Russlands

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Julia Navalnaja, einkjan eftir russiska andstøðupolitikaranum Aleksej Navalnyj, er koyrd á ein russiskan lista yvir eftirlýstar persónar.

Hon er ákærd fyri at vera partur av "einum viðgongdum bólki", skrivar Ritzau.

Navlnaja, sum livir í útlegd, kann sostatt vænta at verða handtikin, um hon kemur aftur til Russlands. Maður hennara, sum var ein av størstu politisku mótstøðumonnunum hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, doyði í eini fangalegu í Sibiria í februar.

Russiskir myndugleikar hava upplýst, at Navalnyj doyði av natúrligum ávum, men einkja hansara er sannførd um, at hann varð dripin. Eftir deyða hansara, boðaði Julia Navalnaja frá, at hon fór at halda fram við stríði hansara.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2024

33 Leygardagur 13. juli 2024

Norski oljugrunnurin 18.000 milliardir 

Framgongd á partafelagsmarknaðinum er orsøkin til, at norski oljugrunnurin hevur rokkið nýtt met

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Á middegi týsdagin setti norski oljugrunnurin nýtt met. Tá vóru 18.000 milliardir norskar krónur í grunninum. Hetta skrivar E24. 

Til samanberingar var Oljugrunnurin í mars verdur 17.000 miliardir. Fremsta orsøkin til vøksturin er gongdin á partaelagsmarknaðinum og á rentuøkinum. Eisini medvirkar ein veik króna til, at virðið er vaksið. Oljugrunnurin hevur nógvar pengar á amerikanska partafelagsmarknaðinum, sum er á metstøði. 

[object Object]

Í 2013 varð virðið á Oljugrunninum 5.000 milliardir krónur. Í 2019 var tað 10.000 milliardir og í 2023 varð tað 15.000. Taka vit 2023 einsamalt vaks virðið á grunninum við 3.300 milliardum krónum.

Norski oljugrunnurin hevur alstóran týdning fyri norska búskapin og fíggjarlógina. Hvørt ár kann stjórnin seta 3 prosent av vinninginum á fíggjarlógina og við einum virði á 18.000 milliardir kunnu  540 milliardir krónur setast á komandi fíggjarlógina til tess at reka norska samfelagið við.

Við undantaki av 2002 og 2018 hevur Oljugrunnurin økt um sítt virði. Leiðslan í grunninum hevur tó alla tíðina ávarað um ikki at hækka veitinginga frá grunninum til nýtsluna av samfelagnum ov nógv. Víst verður á, at virðið kann eisini minka nógv í eini krepputíð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2024

34 Leygardagur 13. juli 2024

Føroyar gjørdu bart móti Montenegro

Ógvuliga góður sigur fyri føroyskan kvinnufótbólt móti Montenegro, sum annars hevði vunnið samnalagt 15-1 í trimum teimum seinastu innanhýsis dystunum

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar løgdu lunnar undir heimasigurin móti Montenetfo í 1. hálvleiki við góðum høgum trýsti, sterkari skipan og tveimum málum, har serliga tað fyrra hjá Heidi Sevdal var flott.

Tað skotið fór upp í longra málhornið. Málið hjá Jensu Tórolvsdóttir endaði í hinum málhorninum - við nakað av hjálp frá málverjanum.

[object Object]
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir skoraði avgerandi málið til 2-1 (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var serliga í sambandi við deyðbóltsstøður, at Føroyar vóru vandamiklar í fyrra hálvleiki. Eftir fleiri slíkar á rað, og eftir at bólturin kom innfyri, endaði hann hjá Heidi Sevdal nakað til vinstru, og áleyparin legði bóltin hegnisliga í longra málhornið.

Málið hjá Jensu Tórolvsdóttir hekk meira saman við minni góðum málverjuspæli, men langskotið var gott, og harvið 2-1.

Montenegro javnaði í 22. minutti í sambandi við hornaspark. Málvejrin, Valborg Østerø, og Sunniva Willemoes fingu ikki ruddað burtur, og so revsaði vandamikli áleyparin hjá Montenegro, Armisa Kuc.

[object Object]

[object Object]

Arbeiðssigur

Seinni hálvleikur ger, at vit kunnu kalla hetta ein veruligan arbeiðssigur. Føroyska liðið gav ikki nógv burtur, og ferð eftir ferð ruddaðu miðverjarnir, Tórunn Højgaard Joensen, Birita Ryan og Sunniva Willemoes væl burtur. Ein støða gjørdist heilt vandamikil, men Valborg Østerø hevði eina stórbjarging.

Føroyar hóttu innímillum, har serliga Ásla Johannesen var vandamikil í sínum nýggja leikluti sum áleypari. Piteå-yrkisspælarin og liðskiparin stríddist fyrimyndarliga og skapti nakrar støður. Størsta møguleikan hevði Petra Hoydal úr AaB, tá eyðsýnda Fridrikka Klementsen spældi hana fría. Málverjin hjá Montenegro bjargaði tó væl.

Sum heild ein uppiborin og flottur sigur móti oddaliðnum í bólkinum. Montenegro vann 5-1 í Montenegro í apríl og 9-0 í Nations League í fjør. Hetta var tó nakað heilt annað, ið Føroyar vístu. Montenegro liggur 28 pláss frammanfyri á FIFA-styrkislistanum, og unga føroyska liðið hevur nú seks stig undan seinasta dystinum, ið verður í Andorra.

Fleiri myndir

[object Object]

EM-undankapping, deild C - bólkur B
5. umfar á Tórsvølli 12. juli
Føroyar - Montenegro 2-1 (2-1)
19' 1-0 Heidi Sevdal 
22' 1-1 Armisa Kuc 
32' 2-1 Jensa Tórolvsdóttir 

Grikkaland - Andorra 6-0

Føroyar (5-3-2/3-5-2): Valborg Østerø - Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Tórunn Joensen, Birita Ryan, Sunniva Willemoes og Lea Lisberg (69' Rúna Jacobsen) - Eyðvør Klakstein, Sanna Svarvadal (69' Julia Naomi Mortensen), Fridrikka Clementsen (94' Anna Brændstrup) - Heidi Sevdal (61' Petra Hoydal), Ásla Johannesen (L)

Støðan í bólkinum:

Grikkaland 13 stig
Montenegro 10 stig
Føroyar 6 stig
Andorra 0 stig

Sætta og seinasta umfar verður spælt týsdagin. Tá spæla Montenegro og Grikkaland avgerandi dystin um fyrstaplássið, meðan Føroyar skal royna at koma upp á 9 stig á útivølli móti Andorra.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2024

35 Leygardagur 13. juli 2024

Lunnar lagdir undir enn eitt ævintýr í Evropa

Við 2-0 sigri á FC Differdange hevur KÍ møguleikan at endurtaka evropeiska ævintýrið frá í fjør

Tað slepst ikki undan, at hatturin sum evropahetja, verður settur á Árna Frederiksberg (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Áron Vest

Undan dystarbyrjan mikudagin merktist sannur Evropa-rómur millum áskoðararnar við Djúpumýru í Klaksvík. Bláa Bylgjan møtti fjølment og tað hoyrdist. Tað er ikki at forsmáa, at norðoyingar og Fótbóltsføroyar annars, sóu fram til dagsins avbjóðing. Meistararnir úr Luksemburg vitjaðu í Klaksvík, men fóru heim uttan nakað stig.

Í KÍ leguni verður tikið til, at útlenskir leikarar lyfta heimligar leikarar upp á hægri støði. Tann hugsanin kundi hómast, tí við startuppstillingini, vóru einans tríggir føroyingar á KÍ liðnum. Hetta metti venjarin hjá KÍ, Espen Haug, var sterkasta liðið og besta loysnin til dagsins avbjóðing. Tað má sigast, at tann loysnin bar á mál.

Seinni komu Dan í Soylu, Pætur Petersen, Odmar Færø og René Shaki inn. Teir fingu ikki reiðiliga havt nevnisverda ávirkan á spælið, men KÍ legan fegnaðist stórliga, at fáa Odmar á leikvøllin aftur, eftir langan skaðasteðg.

[object Object]Rene Shaki og Odmar Færø klárir at verða innskiftir (Mynd: Sverri Egholm)

Dysturin
Tað var KÍ, ið lá omaná, so at siga allan fyrra hálvleik. Differdange kom tó til smávegis møguleikar, men til fánýtis. Teir megnaðu at leggja trýst á KÍ verjuna í løtum, men hetta darvaði ikki stríðshuganum hjá heimaliðnum.

Tað skuldi ikki ganga leingi, so var mál til KÍ. Í tólvta minutti sníkir Árni seg við bóltsnildi framvið tveimum mótstøðuleikarum og setir bóltin hegnisliga í netið til 1-0.

Gjøgnum dystin fekk KÍ flestar skotroyndir, og tað mesta av dystinum gekk fyri seg á hálvuni hjá Differdange, gjøgnum sentrala miðvøllin hjá KÍ.
Teir møguleikar, ið Differdange skapti, vórðu steðgaðir áðrenn teir gjørdust vandamiklir. 

[object Object]

Trýstið frá Differdange
Differdange legði eitt øgiligt trýst á KÍ. Tað var ein tryggur málverji hjá KÍ, ið ferð eftir ferð, noktaði bóltinum fara í egið mál. Trýstið vaks, so Børge Petersen og Deni Pavlovic vórðu noyddir at steðga hvør sínum lovandi álopi frá mótstøðuliðnum, og fingu teir eitt gult kort hvør, í ávikavist 31. og 35. minutti.

Heimaliðið megnaði ikki beinanvegin at byggja á 1-0 málið, misti spakuliga momentum, sum fyrri hálvleikur leið. Einmansavrikini dalaðu í góðsku og nógv einmansmidtøk komu í berum ósketni. Hetta fór ikki heilt órevsað fram við borðinum hjá Differdange. Teir komu til fleiri vandamiklar støður, men ikki spurdist mál burturúr hesum. 

Tað var serliga í høgru síðu í verjustøðu, at Differdange misnýtti sínar møguleikar til kontraspæl. Hendan veikleikan megnaði KÍ at gagnnýta til fulnar, tí tað var eisini herfrá, at Árni Frederiksberg kom inn í brotssteigarmarkið og varð feldur. KÍ fekk brotsspark og Árni setti bóltin trygt í netið til 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum. 

Í síðstu sekundunum av vanligu leiktíðini fekk Differdange ein risa møguleika, men ein ísakaldur Børge Petersen bjargaði á málstrikuni við høvdinum. 

VAR við Djúpumýru

Helst er hetta fyrstu ferð, at VAR-rúmið var nýtt so nógv í einum dysti við Djúpumýru. Soleiðis var eisini við brotssparksstøðuni.

Aftur í seinna hálvleiki var VAR nýtt, tí talan var um møguligt hondbóltsbrot av KÍ. Hetta hevði helst givið Differdange brotsspark, men støðan var ikki mett at vera revsiverd.

Nøkur minni VAR-check vóru - eyðkenda VAR-merkið var fleiri ferðir á stóra skíggjanum. 

Við hesum fer KÍ til Luksemburg við eini 2-0 leiðslu, og sostatt eru lunnar lagdir undir enn evropeiskt ævintýr fyri meistaraliðið í Klaksvík. Vinnur KÍ samanlagt á Differdange yvir tveir dystir, skulu teir møta svenska Malmö FF.

Fleiri myndir frá dystinum

UEFA Champions League 2024 1. umfar - fyrri dysturin
Mikudagin 10. juli
KÍ - FC Differdange 2-0 (2-0)
12' 1-0 Árni Frederiksberg 1-0
45'+1' 2-0 Árni Frederiksberg (brotsspark)

KÍ (3-4-3/5-4-1): Mark Jensen - Alexanander Berntsson, Cedric Yambere (83' Odmar Færø), Børge Petersen - Claes Phillip Kronberg, Deni Pavlovic (55' San í Soylu), Albert Ejupi (83' René Shaki Joensen), Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, Páll Andrasson Klettskarð, Joseph Williams (69' Pætur Petersen).

Returdysturin millum KÍ og FC Differdange verður spældur á Stade Municipal de la Villa de Differdange mikudagin 17. juli kl. 18.

[object Object]

[object Object]

[object Object](Myndir: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2024

36 Leygardagur 13. juli 2024

Odmar: - Varð kensluborin tá eg kom inn

- Fantastiskt at fáa slíka móttøku frá okkara áskoðarum, sigur afturvenda verjukempan. Vit hava enn nógv at arbeiða við og skulu ikki slaka, sigur hann

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann hevði ikki spælt síðani 14. desember í Lille vegna ymiskar skaðatrupulleikar, men 34-ára miðverjin, Odmar Færø, var mikukvøldið aftur á vøllinum.

Hetta merkist: Tá Odmar Færø varð skiftur inn saman við René Shaki Joensen, tá tíggju minuttir  vóru eftir. Stór frøi á KÍ-fjøldina, sum vístu virðing fyri havnarmanninum sum síðani 2020 hevur spælt fyri KÍ - og vunnið heilt nógv.

Odmar viðurkennir, at hetta var ein kensluborin løta fyri hann. Hann var tó hugsavnaður um uppgávuna, og tað skal KÍ eisini vera eftir 2-0 á heimavølli.

- Skulu ikki slaka og bara fara til Luksemborg fyri at verja nakað.

Samrøða við Odmar Færø her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2024

37 Leygardagur 13. juli 2024

Víkingur kemur víðari við sigri í Føroyum

1-1 í Lettlandi og brúkiligt útgangsstøði hjá Víkingi. Poul Kallsberg legði føroyska oddaliðið á odda. 2. hálvleikur var ikki eins góður hjá Víkingi

Poul Kallsberg við sínum fyrsta evropeiska máli (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Víkingur var væl meira vandamikið og omaná fyri steðgin í Lettlandi. Liðið var væl skipað og skapti nakrar vandastøður; millum annað hevði Sølvi Vatnhamar eina skotroynd mitt fyri í brotsteignum.

Leiðslumálið kom eftir 20 minuttir. Ari Olsen, sum var eyðsýndur frameftir, fann Poul Kallsberg sum var runnin inn um verjuna. Vongurin lyfti hegnisliga bóltin upp um málverjan hjá Liepaja.

Hetta var uppiborið. Einasti stóri málmøguleikin hjá heimaliðnum fyri steðgin kom tá bólturin varð væl spældur innum Víkinga-verjuna, men Bárður á Reynatrøð kom væl út.

2. hálvleikur var ein onnur søga. Hóast onkra fína løtu og nakrar málroyndir og støður, so hevði heimaliðið nú meira at bjóða uppá. Liepaja javnaði tíggju minuttir eftir steðgin og trýsti meira móti endanum. 

Atli Gregersen ruddaði væl burtur í 87. minutti, og í hornasparkinum í støðuni varð stútað væl burtur.

1-1 er brúkiligt útgangsstøði hjá Víkingi, sum nú kemur víðari, um tað eydnast at vinna í Klaksvík hósdagin um eina viku (18/7),

UEFA Europa Conference League 1. umfar - fyrri dystirnir
Hósdagin 11. juli
FK Liepaja - Víkingur 1-1 (0-1)
21' 0-1 Poul Kallsberg (Ari Olsen)
55' 1-1 Marko Simic

Víkingur (4-2-3-1): Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen - Aron Jarnskor Ellingsgarrd (gult kort), Geza David Turi - Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar (82' Árni Nóa Atlason), Olaf Bárðarson (64' Ingi Jonhardsson) - Finnur Justinussen (64' Jørgen Nielsen)

Atli Gregersen (42 ár) og Árni Nóa Atlason (18 ár) settu í dag heimsmet sum teir feðgarnir, sum hava spælt flest skrásettar dystir saman í vaksnamannafótbólti á høgum stigi.  Sum skilst hava teir tikið tað frá klaksvíkingunum Jákup Mikkelsen og Poul Nolsøe Mikkelsen, sum spældu saman í ÍF (2012-2014)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2024

38 Leygardagur 13. juli 2024

Tungur burður hjá B36

2-0 tap í Riga og mikudagin skulu Hoseth hansara menn reisa seg í Føroyum. Seinna málið hjá Auda kom seint í dystinum

Magne Hoseth skal hyggja uppá ymiskt til mikudagin, tá B36 skal royna at venda tí (Mynd: Ingi Arge)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var ikki langt frá, at B36 fekk eitt toluligt útgangsstøði til seinna dystin í 1. umfari í Conference League, men í 85. minutti økti Auda til 2-0.

Harvið noyðast menninir hjá Magna Hoseth at skora minst tvær ferðir á Tórsvølli mikudagin fyri at koma víðari.

Dysturin var ikki at síggja á almennari stroyming, men hagtølini vísa eitt yvirtak til heimaliðið – hóast B36 eisini hótti nakrar ferðir. Auda hevði bóltin væl meira, hevði 18 skot, í mun til fimm hjá B36 og hevði eisini trý fleiri hornaspørk.

Seinni dysturin millum liðini verður spældur á Tórsvølli mikudagin 17. juli klokkan 18. 

UEFA Europa Conference League 1. umfar - fyrri dystirnir
Mikudagin 10. juli
Auda - B36 2-0 (1-0)
12' 1-0 Abdulrahman Taiwo (El Hadj Mane)
85' 2-0 Abdoui Kader Traore Pekegnon Ibrahum Kone)

B36: Silas Eyðsteinsson - Thomas Lillo (68' Benjamin Heinesen), Vilmer Rönnberg, Bjarki Nielsen, Jelle van der Heyden (46' Michal Przybylski), Hannes Agnarsson, Magnus Heinason, Jann Benjaminsen (L), Anton Søjberg, Fabian Ness, Mattias Hellisdal.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2024

39 Leygardagur 13. juli 2024

NSÍ í summarferiu við stórsigri og á tryggum 4. plássi

4-0 á 07 Vestur og møguleikar vóru til fleiri mál við Løkin. Farna vikuskiftið vóru seinastu dystirnir spældur undan summarstøðginum í Betrideildini

Klæmint Andrasson Olsen skoraði eitt mál og legði upp til tvey, tá NSÍ vann greitt á 07 Vestur í Eystanstevnudystinum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein dystur í 16. umfari í Betrideildini hjá monnum varð spældur í Runavík farna fríggjakvøld. Har lat NSÍ ongan iva verða um, hvat betra liðið var.

Longu eftir fýra minuttir var 2-0 - eftir tvey góð mál - og teir gul/svørtu skaptu nógvar góðar støður áðrenn 74. minutt, tá tað "endiliga" eydnaðist at skora aftur. 

Tá gjørdist eyðsýndi Petur Knudsen tvífaldur málskjútti, og fimm minuttir seinni kom Klæmint Olsen, sum legði væl upp til tey bæði málini tíðliga í dystinum, eisini á málvtalvuna. Gott eystanstevnuundirhald, serliga fyri heimaáskoðarnar.

Tað sá ikki so gott út í verjupartinum hjá 07 Vestur, og skapti liðið hjá Dan Brimsvík fáar møguleikar hinvegin.

28 stig fyri summarsteðgin, og harvið hevur NSÍ fimm stig og sjey stig niður til ávíkavist B36 og 07 Vestur. 

Hetta var seinasti dysturin fyri NSÍ hjá sviunum Adi Terzic og Konrad Gustafsson. Teir hava verið fastir menn í ávíkavist miðverju og á sentrala miðvøllinum. Helst fær NSÍ onkran styrk inn áðrenn kappingin byrjar aftur.

ÍF heilt avbyrgt í botninum

Tey bæði niðastu liðini í Betrideildini hittust í Fuglafirði til Varmakeldu-dyst leygardagin, har týðandi stig í broninum vóru uppá spæl.

Tað sást í fleiri pørtum av spælinum, at talan var um botnlið. Tað vantaði neyvleiki og góðska í støðum - serliga í álopinum.

Avrikið hjá ÍF var til lat fáa stig, men sum í fleiri øðrum dystum seinastu vikurnar, so koppaði tað ikki til liðið hjá Jákup Martin Joensen.

Liðið hevði annars fleiri góðar málmøguleikar, har serliga Uros Stojanov var vandamikil. Jóannes Davidsen í málinum hjá EB/Streymi hevði tó ein góðan dag, og einaferð bjargaði útiliðið á strikuni.

Brotsspark og reytt kort

Tað var í 2. hálvleiki, at mest hendi. EB/Streymur kom eisini til meira enn fyri steðgin, og Filip Djordjevic hevði tveir stórar møguleikar. Tað skuldi ein brotssparksstøða til fyri at fáa hol á.

Kári á Høvdanum metti, at Elias Lervig í øllum førum rakti mann, tá Virgar Jónsson kom inn í brotsteigin, og á so mikið ógvusligan hátt at bakkurin fekk seinna gula kortið. Stór ónøgd um hetta og eisini tá bólturin lítla løtu seinni lá í málinum.

Jákup Nolsøe Olsen, sum eisini stórbjargaði móti Filipi stutt áðrenn, bjargaði væl brotssparkinum frá Emil Weihe Joensen, men Boubacar Dabo var til reiðar, og setti bóltin í netið, tá hann kom út aftur. Á upptøkunum sæst rímiliga greitt, at at Dabo er innanfyri 16-metur linjuna, tá brotssparkið varð tikið - tað er Elvio Gelmini hjá ÍF so eisini.

[object Object]
Boubacar Dabo skoraði einasta málið í varmakeldu-dystinum í Fløtugerði (Mynd: EB/Streymur)

Málið stóð, og talan er um tað fyrsta hjá Dabo í EB/Streymi. Tað gjørdist eisini avgerandi. ÍF var annars betri í hálva tímanum ella so í undirtali, men tað eydnaðist EB/Streymi at halda fast og vinna 0-1.

16. umfar í Betrideildini hjá monnum
Fríggjadagin 05.07
NSÍ - 07 Vestur 4-0 (2-0)
01' 1-0 Beinir Nolsøe (Klæmint Andrasson Olsen)
04' 2-0 Petur Knudsen (Klæmint Andrasson Olsen)
74' 3-0 Petur Knudsen (Konrad Gustafsson)
79' 4-0 Kæmint Andrasson Olsen (Konrad Gustafsson)

Leygardagin 06. juli
ÍF - EB/Streymur 0-1 (0-0)
63' 0-1 Boubacar Dabo (Emil Joenssen)

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 45 stig
2. HB 39 stig
3. KÍ 36 stig 
4. NSÍ 28 stig 
5. B36 23 stig
6. 07 Vestur 21 stig
7. Skála ÍF 14 stig
8. B68 11 stig
9. EB/Streymur 10 stig
10. ÍF 3 stig

Berri deildin verður uppafturtikin eftir ólavsøku

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2024

40 Leygardagur 13. juli 2024

NSÍ skrivað undir við franskan miðvallara

25 ára gamal miðvallari skiftir til NSÍ frá svenska Varberg BoIS

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

25-ára gamli Yassine El Ouatki hevur júst skrivað undir sáttmála við NSÍ.  

NSÍ sigur um Yassine, at hann er miðvallari, ið er bæði ágrýtin og tekniskt væl fyri. Hartil dugir hann væl at lesa spælið av.

Fraklendingurin hevur tað seinasta árið spælt við Varberg BoIS í bestu svensku deildini. 

- Talan er um ein vinstrabeintan leikara, ið kann spæla á øllum plássum á tí sentrala miðvøllinum. Yassine hevur gott yvirblikk og er góður á bóltinum. Á hendan hátt kann hann stýra spælinum hjá NSÍ, sigur høvuðsvenjarin, Jens Wedeborg.

Yassine er uppvaksin í akademinum hjá bæði Le Havre og PSG.  

- Hansara uppaling í fronskum fótbólti, og hansara royndir í bestu svensku deildini, gera at vit fáa ein sera góðan og royndan leikara, ið gevur okkum nógvar møguleikar, sigur høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, við heimasíðuna hjá NSÍ.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2024

41 Leygardagur 13. juli 2024

EB/Streymur hevur styrkt seg við fleiri spælarum

Jóhann Hansson Joensen er aftur í felagnum - hann skiftir úr B68. EB/Streymur hevur eisini leigað tríggjar spælarar úr KÍ og hevur gjørt nýggjar sáttmálar við lokalar. KÍ leigar nógvar spælarar út nú

Jóhann Joensen - her í nærdysti við Dabo. Nú verður hann aftur EB/Streymari og liðfelagi við sengalbúgvan (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Flytingarvindeygað lag aftur í gjár, fríggjadagin 12. juli, klokkan 16. Tað er hent ymiskt seinastu dagarnar, og okkurt fer helst eisini at koma afturat.

NSÍ hevur fingið avloysarar fyri Konrad Gustafsson og Adi Terzic, sum ikki koma aftur til landið, KÍ fekk í síðstu viku enn ein útlendskan spælara, og so er rímiliga nógv hent hjá liðum í niðurflytingarstríðnum.

Júst KÍ hevur leigað spælarar út til trý ymisk feløg: 

ÍF: Jhon Mena og Elvio Gelmini koma ikki aftur av persónligum ávum - Mena hevur longu funnið nýtt felag. Ístaðin koma tveir ungir mans úr KÍ, sum fyri tað mesta hava royndir úr 1. deild: Verjuspælarin Símun Kalsø og álopskendi Silas Gaard. Síðstnevndi hevur tó spælt sjey dystir við besta liðnum í ár.

B68: 18-ára gamli Jóhan Josephsen, sum hevur verið skaðadarvaður í ár, kemur til Svangaskarð til seinnu hálvu. Høgi og hartarbeiðandi áleyparin hevur higartil skorað tvey mál í Betrideildini og 19 í 1. deild.

B68 hevur boðað frá, at Thomas Bjørn Miezan og Jóhann Hansson Joensen ikki halda fram í felagnum. Fyrrnevndi fer til B36 - Jóhann fer til EB/Streym

[object Object]
Jákup Norðoy Vilhelmsen, Jóhan Josephsen og Silas Gaard til venjing í samband við Conference League-dyst hjá KÍ í fjør. Restina av árinum spæla teir við ávíkavist EB/Streymi, B68 og ÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

EB/Streymur: Jóhann Hansson Joensen fer til EB/Streym. Har spældi vongurin í seinnu hálvu av 2021 og í 2022. Síðani hevur havnarmaðurin, sum hevur røtur til Sundalagið, umboðað 07 Vestur og B68.

Meiningin er, at hann skal styrkja um liðið, og tað skulu lámir klaksvíkingar eisini. Kristian Svabo Eliasen er longu komin inn í tveimum dystum fyri EB/Streym. Javngamli Óli Eyðsteinsson Poulsen hevur væl fleiri royndir úr Betrideilini, og 20-ára gamli Jákup Norðoy Vilhelmsen hevur spælt rímiliga nógv á besta liðnum hjá KÍ í 2024. Síðstnevndi eru verjuspælari - hinir spæla mest á vøllinum ella á vinstra bakki.

EB/Streymur hevur fingið royndan norskan miðvalalra sum avloysara fyri Robert Marcus, og áleypari úr Kolumbia verður helst eisini at síggja við Margáir. 

Felagið hevur seinastu vikuna eisini kunngjørt sáttmálar við lokalar spælarar: Málverjin Jóannes Davidsen, sum spældi heilt væl í lykladystinum móti ÍF, miðverjin Mikkjal Hellisá og Tóki Johannesen, skulu allir spæla fyri barndómsfelagið í 2025 eisini. Har er tað helst serliga sáttmálin við Mikkjal, sum er týdningarmikil: Áhugi hevur verið fyri honum aðrastaðni.

Skála: Í løtuni roynir felagið at fáa tað uppá pláss viðvíkjandi aloysara fyri toppskjúttan Carlos Ferreira, sum ikki spælir í Føroyum í seinnu hálvu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2024

42 Leygardagur 13. juli 2024

Skála ÍF nýggjan hjálparvenjara

Poul N. Poulsen verður hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá Skála ÍF

(Mynd: Skála ÍF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í seinnu hálvu byrjar Poul N. Poulsen, sum hjálparvenjari hjá monnum í Betri deildini hjá Skála Ítróttarfelag.

Poul er vágbingur, er búsitandi á Skála, og hevur áður verið ungdómsvenjari og hjálparvenjari í felagnum. Áðrenn hann gjørdist hjálparvenjari í Víkingi farna kappingarár, var hann venjari hjá besta besta kvinnuliðnum hjá NSÍ. Poul hevur somuleiðis tikið A venjaraprógv.

Skála ÍF hevur leitað eftir nýggjum hjálparvenjara til besta liðið eftir at Per Mikkelsen er vorðin høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum saman við Vinjardi Johansen.

Skála ÍF hevur 14 stig og liggur á sjeynda plássi. Bara fýra stig eru til niðurflytingarstrikuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2024

43 Leygardagur 13. juli 2024

Skála fær spælarar úr 07 Vestur og NSÍ til seinnu hálvu

Nigeranski áloyparin Maxwell Effiom kemur sum eitt slag av avloysara hjá Carlos Ferreira. Vinstrabeinti vongverjin, Atli Djurhuus Petersen, kemur yvir um fjørð

Maxwell Effiom hevur roynt seg í ungdómslandsdystum í Nigeria. Hann hevur nógva ferð, men ikki gjørt stóran mun í føroyskum fótbólti enn
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tíggju dystir, men einki mál fyri 07 Vestur enn. Nú hevur 07 leigað 24-ára gamla álopskenda spælaran til Skála. Avtalan er galdandi fyri seinnu hálvu.

Carlos Ferreira kemur ikki aftur til seinnu hálvu. Portugisin er annars toppskjútti hjá Skála við fimm málum fyrstu 16 umførini. Skála hevur fýra stig niður til strikuna.

Nú skal Effiom gera mun í appelsinlittum - hann hevur ferð, men hevur millum annað verið skaðadarvaður í ár.

Atli Djurhuus Petersen kemur eisini inn í hópin. Hetta hevur Portalurin fingið váttað. Í ár hevur hann bert spælt ein minutt fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum, men hevur annars yvir 30 dystir á besta liðnum hjá NSÍ.

Sum skilst hevur 23-ára gamli vinstrabeinti spælarin, ið fyri tað mesta er vongverji, ikki longur sáttmála við NSÍ.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juli 2024

44 Leygardagur 13. juli 2024

Brá til Fortuna Hjørring

Hon skiftir Gundadal og hvítu blusuna út við Hjørring og eina grøna blusu

Brá Zachariasardóttir her í dysti móti HB (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

16 ára gamla Brá Zakariasardóttir fer eftir summarferiuna til Fortuna Hjørring at spæla fótbólt. Hon kom úr FC Hoyvík oman í Gundadal til B36 at spæla fótbólt í fjør.

Síðan er hon skrásett fyri 22 dystir og 12 mál í B36.

Nú er hon sloppin inn á akademiið hjá Fortuna Hjørring. Hon fer at ganga í skúla og spæla fótbólt í kenda Dana cup økinum saman við 19 øðrum gentum.

Hetta er komið í lag aftan á royndarvenjing í eina viku.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Fortuna Hjørring hevur eina flotta søgu á kvinnusíðuni. Tað eru meira enn 20 ár síðani, at felagið gjørdist fyrsta danska felagið sum spældi seg í eina evropeiska finalu.

Felagið er framvegis eitt tað fremsta danska felagið fyri kvinnulið. Fyrrverandi A-landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Lene Terp, er høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá Fortuna Hjørring.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. juli 2024

45 Leygardagur 13. juli 2024

Vøllurin á Djúpumýru altjóða góðkendur

Vøllurin hevur fingið eina sonevnda FIFA Pro góðkenning, og er klárur til altjóða dystir

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur góðkent vøllin á Djúpumýru. Hetta merkir, at vøllurin hevur fingið eina sokallaða FIFA Pro góðkenning, og at møguleiki nú er at leika altjóða dystir í Klaksvík.

Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Vøllurin er sostatt góðkendur til Champions League dystin móti Differdange, sum varð spældur mikukvøldið, og til aðrar altjóða dystir í framtíðini.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at hetta er ein liður í at framtíðartryggja stadionøkið. Nú arbeiðið við hotellinum eisini er farið í gongd, ber til at planleggja stórar altjóða kappingar í býnum.

Stórar íløgur eru gjørdur á og kring Djúpumýru. 

Áskoðaraplássini eru munandi økt seinnu árini, umframt at nýggja stadionøkið nú hevur fingið góð og nýmótans skiftingarrúm, venjarahøli, dómarahøli, skrivstovuhøli og aðrar umstøður, ið lúka altjóða krøv. 

Kommunan er í gongd við 'hornaskýlið'. Arbeiðið fevnir m.a. um at útbyggja sitiplássini við 180 plássum og fleiri vesum, umframt at fleiri goymslurúm vera í niðaru hæddini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2024

46 Leygardagur 13. juli 2024

Hondbóltssambandið fingið fleiri føroysk EM-atgongumerki

Spæla søguligar dystir í Sveis í november og desember

Turið Arge Samuelsen, Pernille Brandenborg og hinar skulu í november og desember spæla endaspæl i Sveis (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í fyrstu atløgu fingu Føroyar ikki so nógv atgongumerki til bólkaspælsdystirnar í Basel í november og desember.

Orsøkin var, at Føroyar eru í bólki við verstjóðini Sveis, og at sveisiska hondbóltssambandið sat tungt á meginpartinum av atgongumerkjnum.

Hondbóltssamband Føroya bað tó beinanvegin um fleiri enn tey umleið 500 atgongumerkini, harav tey flestu skjótt vórðu seld, og í vikuni boðaði HSF frá, at tað er eydnast at fáa fatur á nøkrum fleiri "føroyskum" atgongumerkjum til EM-endaspælið hjá kvinnum.

Tey kunnu keypast á hesari leinkjuni.

Tá ein kemur til teigin “Promotion code” skal EURO-FAR skrivast/veljast.

[object Object]

Føroysku EM-dystirnir
Fríggjadagin 29. november: Sveis - Føroyar
Sunnudagin 1. desember: Kroatia - Føroyar
Týsdagin 3. desember: Føroyar - Danmark

Í løtuni ber ikki til at keypa dagsatgongumerki.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2024

47 Leygardagur 13. juli 2024

U20 EM: Sigraðu á Sveis

Gjørdist meira spennandi enn neyðugt men ungu føroyingarnir vístu sinnisliga styrki móti endanum og vunnu 30-29

Trúgvi Hávardsson gjørdi bart og skoraði seinasta málið í dystinum eftir gott gjøgnumbrot (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Undan byrjanardystinum var greitt, at Føroyar skuldu vinna á Sveis í innleiðandi dystinum mikudagin. Í trupla bólkinum, har Frakland og Spania eisini eru, snýr tað seg um at enda á í øllum førum á 2. plássi fyri at hava møguleikan at koma víðari og í øllum førum á 3. plássi við 2-3 stigum fyri at fáa HM-pláss til næsta ár.

Venjararnir, Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen, kundu vera væl nøgdir við serliga álopsspælið í 1. hálvleiki móti Sveits. Føroyar høvdu lítlar og ongar trupulleikar við at skapa møguleikar og at skora mál, og í steðginum var 21-15 til Føroyar.

Tað var annars nakað merkisvert, at Føroyar høvdu heldur ilt við at fáa nógv burtur úr strikuspælinum. Tað hevur annars verið eitt eyðkenni hjá árganginum við sterka Ísaki Vedelsbøl, men føroyingar høvdu heldur ilt við at finna hann. Ísak var væl eftiansaður, og hann brendi eisini nøkur skot.

Tað gjørdi toppskjúttin Óli Mittún sanniliga eisini - tað var blandað bomm hjá heilt stóra profilinum hjá Føroyum. Hann varð toppskjútti við 8 málum, og valdur til dagsins spælara, men Óli brendi yvir helmingin av sínum 18 skotum. Hann hevði tó eisini 8 upplegg.

[object Object]Óli kosin dagsins spælari hjá Føroyum (Mynd: HSF)

[object Object]
Ísak við frekum máli. Hann hevði tað tó torført í álopinum í dag (Mynd: HSF)

[object Object]16-ára gamli Jákup Egholm (Mynd: HSF)

Verjan hevði tað torført fyrstu løtuna men fekk so líðandi betur tak á. Eingin føroysk bjarging var fyrsta lítla korterið, men innskifti Torstein Sivertsen kom í gongd, og hevði samanlagt 11 bjargingar.

Hin málverjin, Aleksandar "Sasha" Lacok, bjargaði tveimum brotskøstum seint í 1. hálvleiki, og kom eisini inn og hevði dystaravgerandi bjargingina í síðstu sekundunum.

[object Object]
Ikki so nógvar bjargingar frá "Sasha", men tær vóru stórar og avgerandi (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Tað varð spennandi heilt til endans, tí Sveis trýsti Føroyar, og tí Føroyar bert skoraðu níggju ferðir eftir steðgin. Eftir seks minuttum í 2. hálvleiki var føroyska hálvleiksleiðslan skorin niður í helvt (frá +6 til +3), og tað lá millum tvey og trý mál leingi. Tað átti verið størri munur, men sveisiski málverjin hevði eitt tíðarskeið á 10 minuttir átta bjargingar; millum annað tríggjar í sama álopi. Tað gekk framvegis fínt at koma til møguleikar - Føroyar spældu 7 móti 6 so at siga allan 2. hálvleik - men striltið gekst at skora.

Munurin tódnaði, og Sveis javnaði tvær ferðir. Tað var 29-29, tá farið var inn í seinasta minuttin. Sveis vardi Óla Mittún høgt, og Trúgvi Hávardsson úr StÍF, sum spældi ein góðan dyst, tók av, fór ígjøgnum og skoraði sítt fimta mál.

Seinasta álopið var føroyska verjan stinn, og Sasha bjargaði heldur kroysta sveisiska langskotinum. Tvey ógvuliga týðandi og harðvunnin stig móti stríðfúsu sveisunum, hvørs málverji varð kosin dagsins spælari.

U20 EM-endaspæl
Celje, 10. juli
Føroyar – Sveis 30-29 (21-15)

Føroyskir málskjúttar:
Óli Mittún 8 (1)
Trúgvi Hávardsson 5
Jákup Egholm 4
Niklas Gaard 4
Høgni Højsted 3
Ísak Vedelsbøl 2
Rókur Ziskason 2
Høgni Heinason 1
Helgi Poulsen 1  - Fyrsti endaspælsdystir
Búi Djurhuus Poulsen hevði eisini stóran leiklut í serliga verjuni í 2. hálvleiki

Málverjar:
Torstein Sivertsen: 11 bjargingar (44 prosent) - spældi áleið 40 minuttir
Aleksandar Sasha Lacok 20 min. 4 bjargingar, harav tvey brotskøst (26 prosent) -spældi áleið 20 minuttir

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2024

48 Leygardagur 13. juli 2024

U20: Føroyar nær við at fella Frakland aftur

Vendu tí uppá stutta løtu og vóru á odda 30-29, tá beint undir fimm minuttir restaðu í. Fraklendingar vóru tó sterkari seinastu løtuna

(Mynd: Jan Gregorc / Rokometna zveza Slovenije)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyri tveimum árum síðani vunnu Føroyar við trimum málum á Fraklandi í bólkaspælinum í EM hjá U18 monnum. Hósdagin hittust árgangirnir aftur í EM-endaspælið - hesaferð vóru tað fraklendingar, sum vunnu við trimum.

[object Object](Mynd: Jan Gregorc / Rokometna zveza Slovenije)

Harvið fara Føroyar eftir øllum at døma ikki at koma víðari, men stríðið er framvegis har um at gerast ein av bestu trý'arunum, so at Føroyar hava møguleika at koma til EM-endaspælið næsta ár.

Tað leikaði javnt á tað mesta av fyrra hálvleiki, har føroyska vejran leingi hekk væl saman. Óli Mittún gekk á odda í álopinum, og skoraði heili 13 mál. Nøkur mistøk vóru í hansara álopsspælið, og sum heild vóru heldur nógv føroysk mistøk (11 teknisk mistøk).

Tað gekk tó væl at skora, tá Føroyar komu til møguleikarnir - serliga fyri steðgin. Í fyrra hálvleiki hevði Torstein Sivertsen nakrar stórbjargingar, og Aleksandar Lacok kom ógvuliga væl aftur í føroyska máli í 2. hálvleiki.

Hetta var løtan, har Føroyar veruliga komu inn í dystin aftur. Fraklendingar vóru annars við at fara avstað - høvdu økt til +3 áðrenn steðgin og til +5 stutt inn í 2. hálvleik - men føroyingar vildu tað øðrvísi.

Verjan og Sasha í málinum, saman við flottum álopsspæli gjørdu, at dysturin gjørdist so at siga púra javnur seinasta stóra korterið. Okkara, serliga Óli, funnu Ísak Vedelsbøl á strikuni betri, Helgi Poulsen og Trúgvi Hávardsson skoraðu frek mál, og Jákup Egholm og Niklas Gaard vóru sum heild tryggir av vongplássunum.

Óli Mittún skoraði eitt av sínum tryggu brotskøstum, tá klokkan júst var farin av 55.00. 30-29 og stór frøi á føroysku áskoðarnum. Seinastu løtuna koppaði tað tó til Frakland, ið var stinnari. Óli rakti millum annað yvirleggjaran, og tey bæði lyklastigini fóru til teir bláu. 34-31 í sum heild spennandi og góðum dysti har føroyingarnir stríddust væl.

[object Object](Mynd: Jan Gregorc / Rokometna zveza Slovenije)

Føroyar kunnu framvegis enda nummar tvey í bólkinum, men stóri favoritturin í kappingini - Spania - bíðar í seinasta bólkaspælsdystinum seinnapartin í dag.

Spania vann hósdagin 40-20 á Sveis Tey bæði stigini móti Sveis kunnu vera nóg mikið at gerast ein av bestu trý'arunum í bólkaspælinum - málúrttøka verður helst týðandi. Hetta sendur ikki Føroyar víðari í stríðnum um steypið, men tað gevur møguleika at kappast víðari um HM-pláss til næsta ár (U21).

U20 EM-endaspæl, 2. umfar í bólkaspælinum
Celje, Slovenia - Hósdagin 11. juli
Føroyar – Frakland 31-34 (14-17)

Føroysk mál: 
Óli Mittún 13 
Ísak Vedelsbøl 5 
Helgi Poulsen 3
Trúgvi Hávardsson 3
Niklas Drayton Gaard 3
Jákup Egholm 2
Búi Djurhuus Poulsen 1
Høgni Højsted 1

Bjargingar: 
Aleksandar Sasha Lacok 11 (38 skot = 28 prosent)
Torstein Sivertsen 3 (11 skot) (16 prosent)

Útvísingar:
Føroyar: 4
Frakland: 7

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2024

49 Leygardagur 13. juli 2024

- Vit eru við fyri at fara allan vegin

- Vit eru tó eisini tilvitaðir um, at vit eru endaðir í einum sera sterkum bólki. Í mun til úrslit, hevur tað størst týdning at enda í topp-15, so vit fáa HM-pláss, sigur U20-landsliðsvenjarin Djóni Gaard Joensen

- Allir leikarar hava ment seg sera væl í farna kappingarári. Fleiri av leikarunum hava heilt stóran leiklut á teimum liðum, sum teir umboða. Størstu styrkirnar reint leikliga eru millum annað okkara skjóta og beinleiðis álopsspæl, sum við Óla og Ísaki á odda gevur okkum nógvar streingir at spæla uppá, sigur annar av venjarunum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Fyrireikingarnar fram ímóti EM hava sum heild gingið væl. Vit hava vant væl, verið í Íslandi og spælt venjingardystir og eisini spælt nakrar venjingardystir í Føroyum ímóti samansettum liðum við millum annað fleiri A-landsliðsleikarum. Tó hava avbjóðingar verið á vegnum, tí fleiri hava drigist við smáskaðar. Búi Poulsen hevur havt eitt brot í hondini, sum tíbetur er blivið so mikið gott, at hann er klárur. Tíverri bleiv Rói Thomsen ikki klárur, og máttu vit skifta hann út við Tóka Fríðriksson, sum er klárur at loysa tær uppgávurnar á strikuni.

Soleiðis setur Djóni Gaard Joensen orð á, tá Portalurin biður annan av U20-landsliðsvenjarunum seta orð á seinastu tíðina.

Djóni og Hjalti Mohr Jacobsen skulu undir sítt triðja endaspæl við 04- og 05- árgangunum. Allir, fyriuttan skaðadarvaði bakkurin Helgi Poulsen, hava spælt minst eitt endaspæl, og venjararnir síggja eina stóra menning. Tað skerst ikki burtur, at Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl skara framúr sum profilar.

- Allir leikarar hava ment seg sera væl í farna kappingarári. Fleiri av leikarunum hava heilt stóran leiklut á teimum liðum, sum teir umboða. Størstu styrkirnar reint leikliga eru millum annað okkara skjóta og beinleiðis álopsspæl, sum við Óla og Ísaki á odda gevur okkum nógvar streingir at spæla uppá. Í verjupartinum er tað tann ágangandi tilgongdin til álopini hjá mótstøðuliðunum, har vit nú eisini hava møguleika at skifta í millum ymiskar verjuformatiónir. Og so hava vit eisini tveir stinnar málverjar, sum hava ment seg væl seinasta árið.

[object Object]
Sterki strikuspælarin Ísak Vedelsbøl skorar undir HM-endaspælinum í fjør. Óli Mittún (nr. 78) hyggur at. Teir vera liðfelagar á svenska meistaraliðnum Sävehof eftir kappingina, og hava royndir frá eldru árgangum og A-landsliðnum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

[object Object]
Liðið hevur seinastu tvey árini fingið fleiri stór úrslit og millum annað vunnið á Fraklandi, Týsklandi og Svøríki (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Hvat verður lykilin til góð avrik hjá tykkum í Slovenia?

- Lykilin til tey góðu avrikini hjá hópinum kemur at verða tey virði vit, sum hópurin saman hava sett. Hetta er fjórða árið at hesir dreingirnir venja saman sum landslið. Tí vera venjingarnar nýttar til at byggja uppá tey konsept vit arbeiða útfrá í verju, álopi og í millum feltini fyri leikliga at avrika so gott, sum gjørligt. Ta samanhaldi, ið hesin hópurin hevur er sera gott, og sæst hetta ofta aftur í okkara avrikum har vit umboða Føroyar á eyðmjúkasta hátt.

Tað verður tungt at koma langt undir EM, hóast tað nú eru 24 lond við. Vinnarin úr hvørjum bólki kemur at spæla um plássini 1-8 saman við tveimum teimum bestu tvey´arunum, annar úr einum av bólkunum A, B og C, og hin úr einum av bólkunum D, E og F. Hesi liðini spæla um heiðursmerki og eru tryggjað HM-pláss í 2025.

Føroyar eru í bólki saman við sponsku heims- og evropameistarunum, umframt Fraklandi og Sveis. Djóni Gaard Joensen og liðið hava høg mál, men vita eisini, at tað verður trupult: At ikki enda aftast í bólkinum verður íhvussu er umráðandi.

- Vit eru við fyri at fara allan vegin, og eru vit eisini tilvitaðir um at toppstøðið er sera høgt hjá okkum. Tá tað er sagt, so eru vit eisini tilvitaðir um, at vit eru endaðir í einum sera sterkum bólki við millum annað forsvarandi EM og HM vinnarunum Spania. So vit skulu avrika okkara absolutta topstøðið hvørja ferð og leggja lag á dyst fyri dyst. Av størsta týdning er tó, at enda millum 15 tey ovastu, sum kann tryggja hesum árgangi eitt HM endaspæl komandi summar, sigur Djóni at enda við Portalin

Síðsti innleiðandi dysturin hjá Føroyum verður spældur móti Spania í dag kl. 15.40.

Hópurin:

Málverjar:
Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstri vengur:
Jákup Egholm, Ikast FS (H71)
Rói Seyer Hjaltason, H71

Høgri vengur:
Niklas Gaard, Neistin
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikur:
Tóki Fríðriksson, KÍF
Ísak Vedelsbøl, H71

Bakspælarar:
Óli Mittún, IK Sävehof
Helgi Poulsen, H71
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi D. Poulsen, Grindsted GIF
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. juli 2024

50 Leygardagur 13. juli 2024

Silja Arngrímsdóttir Müller til íslendska meistaraliðið

20 ára gamli málverjin hevur skrivað undir við Val

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

20 ára gamla Silja Arngrímsdóttir Müller úr Neistanum hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við hondbóltsfelagið Val í Reykjavík, sum gjørdist íslandsmeistari í fjør.

- Eg gleði meg at hitta og arbeiða saman við Silju. Tað er eingin ivi um, at hon hevur tíðina frammanfyri sær, og vit vera noydd at geva henni tíð at koma inn í umhvørvið, sigur málmansvenjarin hjá Vali, Hlynur Morthens, við heimasíðu felagsins.

Silja Arngrímsdóttir Müller hevur spælt 26 dystir á føroyskum ungdómslandsliðum og hevur eisini verið við til tríggjar A-landsliðsdystir.

Hon hevur áður spælt í Íslandi. Fyri nøkrum árum síðani spældi hon eitt skifti við Haukar í Hafnafirði. Pápi Silju er íslendingur.

Allan Norðberg spælir eisini við Vali. Strandingurin og Valur gjørdust fyrsta felag við einum evropeiskum steypi tá teir fyrr í ár vunnu European Cup.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. juli 2024

51 Leygardagur 13. juli 2024

U15: Hópurin til Baltic Cup úttikin

18 gentur skulu royna seg í landsliðshøpi í Estlandi frá 17. august. FC Hoyvík er best umboðað av teimum tíggju feløgunum

Í ár verður Baltic Cup fyri U15-landsliðið við gentum spælt frá 17. til 24. august (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Leygardagin 17. august og eina viku fram fer føroyska U15-fótbóltslandsliðið við gentum til Tallinn í Estlandi, har tær skulu taka lut í Baltic Cup 2024.

Umframt vertslandið og Føroyar, vera Lettland og Litava eisini við í kappingini.

Allan Smedemark er venjari hjá U15 gentunum, og hann hevur nú kunngjørt hópin, ið skal umboða Føroyar í kappingini, sum verður í estlendska høvuðsstaðnum um ein góðan mánað.

Hópurin
Aleksandra Zachariassen, KÍ
Anna Katrina í Haraldstovu, 07 Vestur
Sigrið Hansdóttir, B36
Lilja Eiriksdóttir Højsted, B71
Elin Wilhelm Fossabrúgv, FC Hoyvík
Lea Traber Olsen, FC Hoyvík
Maria Bjarnadóttir, FC Hoyvík
Olivia Kristiansen, FC Hoyvík
Helena Holm, FC Suðuroy
Elin Elmelund Hansen, HB
Hanna Thomsen, HB
Rakul Madsen, HB
Eva José Dos Santos, ÍF
Billa Martinsdóttir Justinussen, NSÍ
Elin Joensen, NSÍ
Lilja Dam Jacobsen, Skála
Sára Justinussen, Víkingur
Tóra við Gil, Víkingur

Skráin
19. august Litava – Føroyar kl. 10
21. august Føroyar – Lettland kl. 10
23. august Føroyar – Estland kl. 15

Allir dystirnir verða spældir á TNTK stadion í Tallinn.

Áðrenn fráferð verður skipað fyri tveimum dupultvenjingum, sum vera á Tórsvølli leygardagin 10. og sunnudagin 11. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. juli 2024

52 Leygardagur 13. juli 2024

Støkk vann heiður í Italia

Í farnu viku luttóku 70 fimleikarar úr Fimleikafelagnum Støkk á Festival del Sole í Riccione í Italia – Støkk vann ein heiður fyri at hava flest fimleikarar við í mun til íbúgvaratalið

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í farnu viku var Fimleikafelagið Støkk í Italia, har fimleikararnir luttóku á Festival del Sole í Riccione. 

Fríggjadagin 5. juni var endahátíðin í sambandi við festivalin hildin á stóra pallinum, har fleiri túsund áskoðarar vóru til staðar.

Støkk, sum luttók við heili 70 leikarum, framførdi á pallinum, og eftir framførsluna vann Støkk ein heiður fyri at vera tað liðið, sum hevði flest fimleikarar við í framførsluni í mun til íbúgvaratalið, skrivar fimleikafelagið í tíðindaskrivi.

– Tað er stuttligt at kunna umboða Føroyar á henda hátt, siga tey í Støkk og leggja afturat, at tey eru errin av heiðrinum, sum varpar ljós á breiddarfimleikin og felagsskapin.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. juli 2024

53
Leygardagur 13. juli 2024

Klaksvíkingur stendur til at vinna FM-heiti trygt

Spurningurin er bara, um teir fáa trupulleikar av gulum kortum

Nólsoyar Páll og Klaksvíkingur í kapping á eystanstevnu (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Enn einaferð vísti Klaksvíkingur sína styrki tey trý 10-mannaførini róðu ein spennandi róður á Eystanstevnu.

Líkingini at rógva vóru ikki tey bestu á Skálafjørínum farna vikuskiftið, og okkurt bendi á, at bátarnir ikki høvdu so lætt við at halda kósina.

Hetta førdi í hvussu so er til, at Klaksvíkingur fekk eitt gult kort – eftir øllum at døma fyri ikki at halda seg til kósina, og koma ov tætt at bananum hjá nærmasta kappingarneytanum, Nólsoyar Pálli.

Tað vóru annars Nólsoyar Páll og Norðingur, sum fingu tann besta startin, og lógu væl framman fyri Klaksvíking tey fyrstu nógvu tøkini.

Men royndu menninir á Klaksvíkingi komu fyri seg aftur, og vunnu ein, at síggja til, sannførandi sigur. Viðmerkjararnir hildu, at høvdu teir fingið harðari mótstøðu, høvdu teir eitt gear afturat at seta í, um tað skuldi verið neyðugt.

Nólsoyar Páll helt í Klaksvíkingi alla tíðina, og nærkaðist móti endanum av róðrinum, meðan Norðingur ikki megnaði at halda somu ferð.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Klaksvíkingur vann í tíðini 4 minuttir og 32,48 sekund, gott hálvt annað sekund framman fyri Nólsoyar Páll og næstan fimm sekund framman fyri Norðing.

Støðan hjá 10-mannaførunum er nú tann, at Klaksvíkingur hevur 35 stig, meðan Nólsoyar Páll og Norðingur hava ávikaist 28 og 27 stig.

So alt bendir á, at Klaksvíkingur stevnir móti einum FM-heiti, nú tveir róðarar eru eftir.

Spurningurin nú er bara, um gulu kortini koma at fáa ein leiklut í kappingini. Klaksvíkingur hevur tvey, og fáa teir eitt afturat, fellur hamarin, og ein róður verður tikin frá teimum, og so kann tað knappliga gerast heilt spennandi. Norðingur hevur eitt gult kort – Nólsoyar Páll einki.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sí myndirnar frá eystanstevnu her

Jarnbardur framvegis suverenur

Í størstu bátastøddini við kvinnum, 6-‘kvinnuførum’, er støðan hin sama. Jarnbardur hevur, eins og Klaksvíkingur, vunnið allar róðrarnar og hava 35 stig.

Munurin er bara tann, at Jarnbardur vinnur sínar róðrar stórt, og hevur heldur onki gult kort fingið.

Á eystanstevnu var Jarnbardur hálvtstætta sekund framman fyri Hósvíking og góð 14 sekund framman fyri Víking hjá Havnar Róðrarfelag, sum gjørdist nummar trý.

Í FM-kappingini hevur Jarnbardur 35 stig, Hósvíkingur 28 og Páll Fangi 26 stig.

Sí øll úrslitini á eystanstevnu her

FM-støðan

Í dag er vestanstevna í Sandavági 

[object Object]
Kvinnurnar á Jarnbardi fegnast um enn ein sigur (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2024

54 Leygardagur 13. juli 2024

Til minnis um Jógvan Sundstein

Vit í Fólkaflokkinum vilja við hesum fáu orðum takka Jógvani Sundstein fyri arbeiði hansara fyri flokkin, og vit drýpa høvur og minnast við takksemi stóra arbeiði hansara Føroya fólki og landi at frama

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Fólkaflokkurin

Mánadagin, 8. juli, komu boðini um, at Jógvan Sundstein, Føroya løgmaður 1989-91, og formaður Fólkafloksins 1980-93, var sløknaður 91 ára gamal.

Tankar okkara leita fyrst og fremst til konu Jógvans, Lydiu, og børnini, Rutt og Eivind, familjur teirrra og øll, sum stóðu Jógvani nær. Vit bera tykkum øllum okkara inniligu samkenslukvøður við bøn um, at hann, sum øllum valdar, skal veita tykkum troyst og styrki.

Jógvan Sundstein var havn­ar­maður, føddur 25. mai 1933. Foreldur hansara vóru Johanna Malena Jensen (á Dul) og Hans Sund­stein, sum í mong ár var sjó­mans­skúla­lær­a­ri.

Jógvan gekk í barnaskúla fyrst hjá Betty Arge og síðani í gamla Kommunuskúlanum, haðani hann eisini tók realprógv í 1949, 16 ára gamal. Hann arbeiddi síðani í Sjóvinnubankanum í trý ár, og í 1952 gekk leiðin til Keypmannahavnar, har hann fyrst gekk á handilsskúla og síðani fór undir revisorútbúgving.

Hann fekk í 1963 prógv sum ríkisgóðkendur grannskoðari, og var hann fyrsti ríkisgóðkendi føroyski grannskoðarin, sum stovnaði egið virki í Føroyum.

Í Keypmannahavn hitti Jógvan Lydiu, sum bleiv kona hansara. Lydia, fødd Marstein, er ættað úr Klaksvík, og tey giftust um summarið 1956. Tey fingu trý børn, Hans Paula í 1957, Rutt í 1959 og Eivind í 1962. Hans Pauli andaðist 18. januar í ár, 66 ára gamal.

Heimafturkomin úr Danmark í 1964 stovnaði Jógvan sína egnu fyritøku. Í nøkur fá ár hevði hann fyritøkuna saman við Paula Ellefsen, og seinni hevði hann grannskoðaravirki saman við Jógvani Amonsson.

Jógvan var virkin á so mongum økjum. Hann var m.a. nevndarformaður í Føroya Handilsskúla frá 1972 til 1988 og semingsmaður frá 1970 til 1982.

Men kendastur er Jógvan Sundstein sum politikari.

Í 1970 var hann valdur á ting fyrstu ferð, og var hetta í Eysturoyar valdømi. Tað gjørdist byrjanin til eitt langt og hendingaríkt politiskt lív. Í 1974 varð hann aftur valdur í Eysturoynni, men í 1978 flutti hann í Suðurstreymoyar valdømi, sum hann síðan umboðaði í løgtinginum, inntil hann í 1994 gavst í politikki.

Hann var ein av høvuðsmonnunum aftan fyri samgonguna, sum varð skipað í 1974 og aftur í 1978 millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin, sum á mangan hátt var eitt nýbrot í føroyskum politikki.

Hann var løgtingsformaður frá 1980-84 og aftur 1988-89.

Jógvan gjørdist formaður Fólkafloksins í 1980, tá ið Hákun Djurhuus gavst í politikki, og var formaður í trettan ár til 1993, tá ið Anfinn Kallsberg tók við sum formaður.

Í januar 1989 gjørdist Jógvan løgmaður í samgongu millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin. Henda samgonga helt bert nakrar fáar mánaðir, og í juni 1989 skipaði Jógvan sum løgmaður nýggja samgongu saman við Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum.

Henda samgonga helt í knapt hálvt annað ár, og val varð aftur í november 1990. Eftir valið varð samgonga skipað millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, sum einsamallir høvdu meiriluta á tingi. Jógvan Sundstein gjørdist tá landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum var eitt sera krevjandi starv tey árini frá január 1991 til apríl 1993, tá ið tað var neyðugt við ógvusligum politiskum og búskaparligum átøkum fyri at bjarga búskapinum og føroyska samfelagnum, sum var í svárari kreppu.

Í apríl 1993 helt samgongan millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin uppat, og árið eftir, í juli 1994, tá ið val var aftur, stillaði Jógvan ikki upp aftur og gavst í politikki.

Jógvan og Lydia búðu í mong ár á Skák­i­num í sonevnda ”Kard­a­mummubýnum” úti í Grøn­landi í Havn, men fyri 20 árum síðani fluttu tey til Dan­markar, og hava búð í Holbæk, har dóttirin eisini hevur búð. Synirnir hava eisini búð í Danmark

Í samrøðu við eitt blað skal Jógvan Sundstein einaferð hava svarað tveimum spurningum nakað soleiðis:

- Hvat er tín størsta styrki? – Optimisma!
- Hvat er tín størsti veikleiki? – Optimisma!

Og hetta lýsir helst Jógvan Sundstein væl. Øll, sum hava samstarvað við hann, upplivdu hann sum ein positivan mann og hava gott at bera honum. Hann var ein bjartskygdur, rætthugsandi og álitisvekjandi persónur, sum dugdi at virðismeta dygdirnar hjá sínum samstarvsfeløgum og eisini at hava góð persónlig viðurskifti við politiskar mótstøðumenn, og hann hevði áhuga fyri at arbeiða tvørtur um floksmørk.

Í áhugaverdu endurminningum sínum, ”Frá barnaárum ungu til lívsins heystartíð”, sum kom út í 2008, sigur Jógvan m.a.: ”Eg havi onkuntíð sagt, at um eg av nýggjum stóð yvir fyri valinum, um eg skuldi verið grannskoðari burturav ella politikari burturav, so hevði eg valt tað politiska starvið. Sjálvt um tað er eitt harðbalið lív og hevur nógvar persónligar ákoyringar við sær, so hevur ein alla tíðina kensluna av, at arbeiðið hjá einum ikki er til fánýtis. Fortreytin er sjálvandi, at ein arbeiðir fyri samfelagið, og at ein hevur eitt hugsjónarligt grundarlag at byggja á.”

Jógvan hevði orðið í síni makt, var sera gløggur, og hann var altíð greiður, sakligur og siðiligur, og hann hevði eisini eitt greitt hugsjónarligt grundarlag, sum fyrst og fremst var einar sjálvstøðugar Føroyar, sum skuldu byggja sína tilveru sum land á persónligt frælsi og sosialt rættvísi. ”Eg havi altíð roynt at virka fyri sosialum rættvísi, at tey, sum hava hjálp fyri neyðini, eisini fáa hana”, skrivar hann einastaðni.

Jógvan Sundstein var eisini ein gudsóttandi maður, og tað er vakurt og hugvekjandi, nú hann er farin,  at lesa hesi orðini í minningarorðum hansara:

”Fyri mær hevur tað altíð verið soleiðis, at í Guds eygum hava øll menniskju sama virði og eru umfatað av kærleika hansara. Mín gudstrúgv er ein tøkk til hansara fyri frelsuna og atgongdin til at koma til hansara í bøn. Hetta er mín persónligi forrættur, og skal eg her viðganga, at eg brúki hann hvønn dag. Ikki minst ta tíðina, eg var í landsins stýri, serliga tey fýra árini í landsstýrinum, tá illa stóð til, fekk eg, tá eg bað, tað svar frá Harranum: ”Tí ikki skal altíð vera myrkur í landinum, har sum nú angist ræður” (Es. 9,1). Hetta var mítt álit og er tað framvegis.”

Vit í Fólkaflokkinum vilja við hesum fáu orðum takka Jógvani Sundstein fyri arbeiði hansara fyri flokkin, og vit drýpa høvur og minnast við takksemi stóra arbeiði hansara Føroya fólki og landi at frama.

Ærað veri minni hansara.

Fólkaflokkurin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. juli 2024