Leygardagur 20. juli 2024 | Nr. 29 | Árgangur 5 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 4
SíÐa 6
SíÐa 29
SíÐa 35
SíÐa 37
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Tað var hugfarsligt at hoyra eldri fiskimann og fyrrverandi reiðara úr Leirvík í útvarpinum í vikuni so eldhugaður greiða frá túrinum hann hevði verið á Føroyabanka, og drigið stórar blankar toskar upp úr dýpinum.
Hann fortaldi, at hann kundi blíva heilt fjákutur, tá tríggir tungir toskar vóru á, og hann nærum mátti hava hjálp fyri at fáa fiskarnar um stokkin.
Tí har eru bara stórir toskar at fáa, millum 20 og 25 kilo hvør. Næstan ongin av fiskunum var annað enn fyrsta floks – toskur 1 – og ongin smáfiskur var at síggja, og so legði hann afturat:
- Hví, tað veit eg ikki.
Og her kom hann inn á nakað bæði áhugavert og undrunarvert. Undrunarvert, tí vit vita ikki hví tað er.
Vit vita, at bankin er eitt heilt serligt habitat, og at toskurin, sum har svimur er av heilt serligum slag. Sum veksur skjótari enn onnur toskasløg, veksur seg størri og er eisini øðrvísi bygdur enn toskurin, sum livir á landgrunninum hinu megin bankarennuna.
Hvar tann smái bankatorkurin fjalir seg er ein av náttúrunnar óloystu gátum.
Áttu vit ikki at gjørt okkurt við at fingið hetta kannað? Hevði tað ikki verið snilt fyri okkara fakliga umdømi, um vit kundu avdúka henda loynidómin?
Og á tann hátt eisini fingið greiði á, hvussu fiskiskapurin á bankanum veruliga kann skipast, og hvussu Føroyabanki kundi verið allýstur sum eitt heilt serligt náttúrufyribrigdi, ið helst átti at verið lýst sum tjóðarpark, um slíkt ber til úti til havs?
Fiskimaðurin í Lorvík legði eisini fram ein annan sera viðkomandi spurdóm. Nevniliga hví hann ‘einans’ fekk 30 krónur fyri kilo, tá matstovurnar í Havn kunnu seglja 300 gramm fyri upp til 1500 krónur.
Hevði hann selt í Hanstholm hevði hann óivað kunna fingið 130 krónur fyri kiloð, helt hann.
Jú sjálvandi eigur fiskimaðurin at fáa tað, sum fiskurin er verdur, og sum marknaðurin kann bera. Men tað tykist ikki sum um, at nakar er áhugaður í at fáa prísin á bankatoski upp á tað støðið, sum hann hevur uppiborið.
Var hetta fiskaslagið útflutt til útlendskan marknað, sum tað, ið tað er – nevniliga eitt heilt unikt slag av toskafiski við serligum eginleikum, serligum smakki og dygd, so hevði marknaðarprísurin verið ein heilt annar.
Hygg bara eftir, hvussu norðmenn hava marknaðarført ‘skrei’ frá Lofoten, sum nakað heilt serligt fyri ein nógv betri prís enn ‘vanligi’ toskurin. Spyr so ein baskiskan fiskakeypara hvat hann hevði valt, um valið stóð millum ein norskan skrei og ein tosk av Føroyabanka – hann hevði valt bankatoskin.
Men her heima hava vit ongan yvirskipaðan stovn, ið tekur sær av at verja og tryggja virðini, sum vit selja úr Føroyum. Høvdu vit hava havt eitt eksportráð av onkrum slag, hevði bankatoskurin ikki verið bólkaður saman við ‘vanligum’ landgrunstoskið, men verið handfarin eins og Bakkafrost og aðrir alarar handfara teir bestu laksarnar, nevniliga við at pakka og ísa teir einsæris fyri at fáa teir út á svanga matstovumarknaðin so skjótt sum gjørligt, so feskar sum gjørligt, fyri so nógv sum gjørligt.
Vit hava skrivað um bankatosk fyrr á hesum stað. Les eisini her
(Video) - Tí er tað so gleðiligt, at tað er á veg, og at tað kemur í januar. Hetta sigur Víkinga-miðvallarin, ið einaferð ætlar sær víðari, men nú hugsavar seg fult og heilt um Víking
Hann hevur ungarsk foreldur, og er føddur í Ungarn. Tó hevur Geza David Turi búð í Føroyum, síðani hann var fýra-ára gamal. Hann er á so mangan hátt ein føroyingur.
Geza Turi eldri og familja eru framvegis búsitandi í Norðragøtu. Pápin vardi leingi málið í Sarpugerði - nú hevur hann høga útbúgving sum málverjuvenjari, og hevur á sætta árið ábyrgd av málverjunum hjá besta mansliðnum hjá KÍ.
“Lítli Geza” er blómaður í Sarpugerði. Miðvallarin er fremst í Føroyum á nøkrum økjum og er í gongd við eitt stórt kappingarár saman við Víkingi.
Geza gjørdi aftur bart hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)
Hóskvøldið spældi hann aftur ein góðan dyst, tá Víkingur sló Liepaja út í 1. umfari í Conference League. Geza arbeiddi gróthart, fekk havt bóltin væl í fleiri førum, breyt spælið hjá mótstøðuliðnum væl og nummar 15 fann eisini flott Finn Justinussen, har áleyparin síðani skeyt bóltin flott í málið til 2-0. Nógv eyðkend brigdi í spælinum hjá Geza David Turi, sum eftir dystin setti orð á dystin.
Vit fingu eisini 22-ára gamla miðvallaran at seta orð á nakað, sum hevur verið nógv umrøtt seinastu árini, og eisini frammi í øðrum miðlum fyri stuttum.
Sum bolt.fo skrivaði í síðsta mánaði, so hevur Geza fingið sera góð boð frá donsku myndugleikunum - teimum sum hava arbeitt við umsókn hansara um ríkisborgararætt.
Hon varð í fyrstu syftu avvíst, men eftir kæru gjørdist greitt, at Geza David Turi á pappírinum verður føroyingur skjótt.
- Eg “komi ígjøgnum” síðst í hesum árinum. So gongur líka ein tíð, men síðst í januar 2025 havi eg passið.
Tað bar til hjá Geza at søkja fyrstu ferð, nakað eftir at hann fylti 18. Tað hevur harvið verið ein long tilgongd. Nú sæst endin av tunnlinum, tað eigur ikki at miseydnast nú, og gøtumaðurin er lættur um hetta. Hann staðfestir, at tað hevur verið nógv snakkað um hetta seinastu árini, at tað til tíðir hevur verið troyttandi, tí hann sjálvur ikki fær stýrt tí nakað serlig.
- Tí er tað gleðiligt, at tað nú er á veg.
At Geza Turi verður úttikin til A-landsliðið, so skjótt sum høvi býðst, eru tey allarflestu samd í - alt annað hevði veridð løgið. Tað er eisini ein møguleiki fyri, at hann fer úr Víkingi skjótt eftir, at passið er komið í postkassan.
Geza hevur ikki fingið farið av landinum at spælt, uttan at missa møguleikan/ verða støðgaður í tilgongdini at fáa passið. Áhugi hevur verið ymsastaðni frá, og spælarin sjálvur dylur ikki fyri sínum ynski. Tó er hann ógvuliga fegin um at spæla fyri Víking.
- Tað er ikki 100 prosent, at eg fari, men tað er ætlanin at royna nakað øðrvísi einaferð. Beint nú er tað tó bara Víkingur, sum eg hugsi um.
Næsta uppgávan hjá Geza og Víkingi er Gent hósdagin 25. juli - í Belgia.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2024
- Væleydnað fyrsta kvøld á G!, men tað var for kiksað at halda stórar konsertir í lítla fjósinum
Sólin tók at skína, og veðrið skapti eina perfekta byrjan upp á ársins G! Festival í Syðrugøtu, sum byrjaði hósdagin.
Tá hugfarsliga duo’in Einangrann við Leu Kampmann og Heiðrik av Heygum byrjaðu veitsluna á Gøtusandi, var veruligur Ibiza-stemningur. Tað var næstan sum í gomlu donsku revy-vísuni – luftin var 15, vatnið var 16 og gentan var 17 ½.
Lea og Heiðrik, sum høvdu eitt A-lið av frálíkum føroyskum tónleikarum at stuðla sær, sáddu kærleika oman yvir sandin. Við sjóvarmálan bygdu børnini sandslott, bert órógvað av kátum ungfólki, sum stundum valdu at leypa upp úr heitu pottunum fyri at renna oman og tveita kroppin út í Gøtuvík at svala sær á.
Her var stemningur, sum ikki kann upplivast á G! Festivalinum á hvørjum ári, men sum er tann, vit øll minnast aftur á sum tær bestu løturnar á G!.
Spectors
Ókend nøvn
Tað vóru annars ikki tey stóru kendu nøvnini, sum domineraðu tónleikaskránna á fyrsta G! kvøldinum í ár.
Um sæð verður burtur frá donsku hip-hopparunum, Spectors, sum endaðu náttarballið á sandinum (tá tey gomlu vóru farin til hús), so vóru tey ikki nógv millum G!-gestirnar, sum kendu einn einasta sang ella niðurlag hjá teimum útlendsku nøvnunum, sum vóru á skránni.
Men G! dugir at finna spennandi tónleikanøvn, sum yvirraska gestin.
Frá Einangrann á Spæliplássinum kundu fólk fara niðan á Spæliplássið og uppliva niðurlendskan punktónleik væl sjóvaður saman við onkrum, sum líktist brit-poppi frá 90’unum. Personal Trainer. Festligt og orkufult.
Grønlendskur deyðsmálmur
Seinni spældi grønlendski deyðsmálmsbólkurin Sound of the Damned. Garvilt, intenst har oyrapropparnir veruliga vórðu styrkiroyndir. Her fingu teir langhærdu G! gestirnir veruliga valuta fyri pengarnar og fingu høvi til at geva frisuruni frítt at fara og headbangaðu út í eitt nærum alla konsertina.
Eina løtu blakaðu tey seg út í eina ‘mosh-pit’, men tíbetur kom ongin til skaða, so vítt vit vita.
Eftir grønlendskan deyðsmálm var farið oman á sandin til enn eitt navn, sum ikki sigur vanliga føroyinginum nakað. Norsku Das Body. Enn eitt yvirraskilsi av teimum góðu. Bólkurin fekk heiðurin at spæla á stóra pallinum ta løtuna, sum myrkrið fall á hóskvøldið.
Vælspælandi við rættiliga sermerktum ljóði og eini vælupplagdari, sjarmerandi og orginalari songkvinnu, Ellie Linden á odda. Samanberingin við Debbie ‘Blondie’ Harry og Gwen Stefani er ikki heilt av leið. Eitt ordiliga gott navn, sum hóskaði sum fótur í hosu til G! hóast tey – heldur yvirraskandi – ikki megnaðu at savna ta stóru fjøldina á Sandinum.
Samba Touré
Kiksað
At savna ta heilt stóru fjøldina, megnaði Samba Touré úr Mali heldur ikki.
Heilt vist eitt mistak at loyva honum at spæla á størsta pallinum í prime time. Einstáttaði afrikanski tónleikurin megnaði ongantíð at kynda eld í teir heldur fáu áhoyrarnar, sum vóru á sandinum. Fjósið hevði verið eitt meira hóskandi stað fyri hann.
Og so koma vit til Fjósið, sum í fleiri ár hevur virkað sum tann hugnaligi “triði pallur” á G! Festivalinum.
Í ár – hvussu er tað fyrsta kvøldið – var hetta henda serliga konserthøllin uppstiga til meginpall.
Og tað var eitt mistak.
Tríggjar konsertir vóru í Fjósinum hetta hóskvøldið. Markantar konsertir við Ragnari Finsson, Elinborg og Silvurdrongi – hesin seinasti hevði enntá útgávukonsert.
Óivað hava tey, sum fingu pláss í fjósinum havt eina góða løtu her.
Trupulleikin er bara tann, at tað er rættiliga avmarkað hvussu nógv fólk tað er pláss fyri í hesum gamla fjósi.
Marianna Winther og Ragnar Finsson
Elinborg
Klaustrofobiskt kiks
Og tí miseydnaðist hetta fullkomuliga hóskvøldið. Ikki tí at tað hevur verið nakað galið við framførslunum, men tí at har var ikki pláss fyri øllum, sum ynsktu at uppliva framførslurnar.
Hoyrdi dømi um fólk, sum vóru høvdu lagt sær leiðina yvir í Fjósið 20 minuttir áðrenn Silvurdrongur skuldi framføra, fyri at tryggja sær pláss. Tá var longu stúgvandi fult harinni.
Slíkt ber ikki til.
Sjálvur lukkaðist mær at fáa pláss í fjósinum í góðari tíð undan konsertini við Elinborg. Men væl áðrenn tónleikurin byrjaði – og tá var troðkanin ikki eingang byrjað – tók ein klaustrofobisk kensla at bylgjast í barminum. Eg skimaðist eftir eini neyðútgongd, men fann onga, fekk ikki ró í kroppin aftur, og valdi at troðka meg út gjøgnum hurðaopið aftur fyri at lata øðrum fáa mítt pláss.
Fullkomiliga miseydnað eftir mínari meining.
Tað ber ikki til at skipa fyri einum tiltaki, har ein so stórur partur av teimum, sum hava goldið atgongumerki ikki hava møguleika fyri at hoyra. Tað er at halda fólki fyri gjøldur, og tí eigur hetta ikki at endurtakast.
Hetta var líka so miseydnað, sum tað árið, tá ein stovukonsert við Eivør onkrastaðni í Syðrugøtu við plássi fyri kanska 20-25 fólkum var ein partur av almennu skránni hjá G! festivalinum. Slíkt ber ikki til, og má gerast betur til næstu ferð.
Hugni og vánalig vesiviðurskifti
Tá tað er sagt, so var fyrsti dagur á G! væl eydnaður. Festivaløkið gerst alsamt hugnaligari á hvørjum ári. Á hesum øki stendur ongin føroyskur festivalur ella annað tónleikatiltak G! kurl. Maturin er góður og forkunnugur, og skeinkistaðini eru nógv og fjølbroytt.
Vesiviðurskiftini eru tó eins vánalig sum tey plaga. Tveir vognar við 8 ella 10 kummum í hvørjum er ikki nóg gott til ein festival við fleiri túsund fólkum. Undarligt at G! eftir meira enn 20 árum ikki hevur fingið hetta upp á pláss enn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2024
Hátíðarhald í Fámjin tá Svend Joensen, elsti maður í bygdini, trýsti á knøttin
Hósdagin varð seinasta skot latið av í Fámjinstunlinum
Hátíðarhaldið fór fram nærhendis tunnilsmunnanum Famjinsmegin, har Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á verkætlanardeilini hjá Landsverki, Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum, Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu og Sigtór Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, hildu røður.
Tað var Svend Joensen, elsti maður í Fámjin, ið lat seinasta skotið av.
Tvøroyrar Hornorkestur spældi til hátíðarhaldið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2024
Tað var 23. august í fjør, at flogið var fyri fyrstu ferð beinleiðis til New York úr Føroyum. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur við Portalin at undirtøkan kundi verið betri
Í fjørheyst gjørdi Atlantsflog túrar til New York, og soleiðis verður aftur í ár, men næsta ár er ivasamt við flúgvingini vestur um hav.
Tað var stórur veitsludámur tann dagin tá Atlantsflog á fyrsta sinni skuldi flúgva beinleiðis til New York úr Vágunum. Flogið var til flogvøllin Stewart International Airport í New York. Áðrenn fráferð var lítið hátíðarhald á Vága Floghavn.
Komin til New York, kliptu Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, og Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, vælkenda snórin.
- Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, klippir snórin tá lent varð í New York 23. august 2023 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Men tá vit seta Jóhonnu á Bergi stevnu, er hon ikki heilt uppi at flákra, tá vit spyrja um undirtøkuna. Tað hevur verið torført at fingið ferðamálið at livað upp til fólksins vónir og væntanir.
- Undirtøkan fyri New York kundi verið betri, sigur Jóhanna á Bergi við Portalin. Eisini sigur hon at tað er orsøkin til, at Atlantsflog væntandi steðgar allari flúgving til New York í 2025.
Tey, ið ikki náddu at bóka sær ferðina til New York við Atlantsflogi, skulu tó ikki missa mótið. Við Portalin sigur Jóhanna á Bergi, at tey møguliga taka flúgvingina upp aftur seinni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2024
- Vit eru sera væl nøgd, tí sølan av flogferðaseðlum til London er sera góð, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantsflogi
Gongur tað striltið hjá Atlantsflog at selja ferðaseðlar til New York, so er tað sama ikki galdandi fyri nýggju rutuni til London.
Atlantsflog hevur til endamáls at knýta Føroyar at umheiminum, og at flúgva fyri Føroyar, sigur ein errin Jóhanna á Bergi. Við sínum 13 ymisku ferðamálum í 2024, væntast umleið 1.600 fráferðir at hava verið, tá árið er liðugt, umframt 1.600 komur til Føroya.
Umframt hetta, er alt ad-hoc virksemi, so sum fótbólts- og ítróttaferðir og annað í hesum sambandi.
London er sera væl umtókt
- Sølan av London-túrum í ár gongur sera væl. Vit flúgva í juni, juli og august mánaða, sigur Jóhanna á Bergi við Portalin.
Jóhanna leggur afturat, at ætlanin er eisini at flúgva til London komandi ár, umframt at leingja flúgvingina til London nakað.
Nýggj ferðamál
Atlantsflog leitar altíð eftir nýggjum og spennandi ferðamálum. London, sum er nýtt ferðamál í ár, er sum sagt sera væl umtókt.
- Í heyst er Tenerifa eitt nýtt ferðamál, sigur ein spentur stjóri á Atlantsflogi.
Atlantsflog hevur leingi ynskt at flogið til Amsterdam úr Føroyum, men sambært Jóhonnu á Bergi hevur Atlantsflog ikki fingið pláss til hetta enn.
- Vit fara at royna aftur til næsta ár, um vit ikki kunnu fáa pláss til beinleiðis flogferðslu úr Føroyum til Amsterdam.
Í 2023 hevði Atlantsflog góð 370.000 ferðafólk og vóna tey at klára 385.000 ferðafólk í 2024, sigur Jóhanna á Bergi at enda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2024
Í tíðarskeiðnum juni 2023 til mai 2024 innfluttu føroyingar fyri 10,7 milliardir krónur, og tað eru 13 prosent minni enn sama tíðarskeið árið fyri
Í tíðarskeiðnum juni 2023 til mai 2024 innfluttu føroyingar fyri 10,7 milliardir krónur.
Tað eru 1,6 millardir krónur - ella 13 prosent - minni enn sama tíðarskeið árið fyri.
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 485,1 millión krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 704,1 milliónum krónum - ella 19,8 prosentum. Hetta er fyri tað mesta skip, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2024
Útflutningurin av laksi, fóðuri og lýsi gongur fram, meðan útflutningurin av øðrum vørum gongur aftur ella stendur í stað
Í tíðarskeiðnum juni 2023 til mai 2024 útfluttu Føroyar fyri 12,4 milliardir krónur.
Tað eru 516,9 milliónir krónur - ella 4 prosent - minni enn sama tíðarskeið árið fyri, vísa tøl hjá Hagstovuni.
Fiskavøruútflutningurin var 11,8 milliardir krónur. Hann er minkaður 131,4 milliónir krónur - ella 1,1 prosent.
Útflutningurin av laksi, fóðuri og lýsi gongur fram, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum og -vørum gongur aftur ella stendur í stað.
Útflutningurin av laksi er vaksin 242,9 milliónir krónur. Virðið er vaksið við 4,3 prosentum, og nøgdin er vaksin við einum prosenti.
Aðrar vørur, sum toga útflutningin uppeftir, eru fóður og lýsi. Her er vøksturin ávikavist 79,9 og 271,5 milliónir krónur - ella 13,2 og 122,5 prosent. Tilsamans er útflutningurin av fóðuri, fiskamjøli og lýsi vaksin við 15.000 tonsum, skrivar Hagstovan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2024
8,9 prosent av øllum føroysku húskjunum skyldaðu í 2023 meira enn tríggjar ferðir sína árliga bruttoinntøku. Í 2022 vóru tey 7,5 prosent
Meginparturin av skuldini hjá føroysku húsarhaldini er skuld til bústaðarlán.
Føroysku húsarhaldini høvdu bústaðarlán fyri 13,2 milliardir krónur tilsamans í mai 2024. Bústaðarlánini í føroysku bankunum vóru nærum 9,7 milliardir og eru økt 13 prosent tað seinasta árið, ímeðan donsku realkredittlánini vóru góðar 3,5 milliardir krónur; tey eru minkað við 7,5 prosentum í mun til mai 2023.
Summi húskir eru serliga viðkvom yvirfyri rentuhækkingum. Tað eru húskir við høgum skuldarlutfalli, ið hava sethúsalán við broytiligari rentu og/ella hava sethúsalán uttan avdráttir. Húskir við slíkum sethúsalánum hava í størri mun skulað nýtt ein øktan part av síni tøku inntøku til rentuútreiðslur í hesum tíðarskeiðinum meðan renturnar eru øktar. Í mai 2024 var 89,5 prosent av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum við broytiligari rentu og nærum 4 prosent uttan avdráttir.
Í 2023 vóru umleið 300 fleiri húskir í Føroyum, enn í 2022. Verður bert hugt at teimum húsarhaldum, sum hava skuld omanfyri tvær milliónir krónur og skylda meir enn tríggjar ferðir sína ársinntøku, eru tey vorðin 200 fleiri í 2023, enn í 2022.
Burturav hesum 200, vóru tað 100 fleiri húskir í 2023 í mun til í 2022, sum skyldaðu millum tríggjar og fýra ferðir inntøkuna, 30 fleiri sum skyldaðu millum fýra og fimm ferðir inntøkuna og 70 fleiri, sum skyldaðu omanfyri fimm ferðir inntøkuna.
Á myndini niðanfyri sæst, tað er í teimum hægru skuldarlutføllunum, at skuldin hjá føroysku húskjunum er økt í 2023 samanborið við 2022.
Húsarhaldini læntu sostatt meira í 2023 samborið við sína inntøku, enn tey gjørdu í 2022, hóast rentustøðið er økt. Økta rentustøðið ger, at húsarhaldini í dag noyðast at nýta ein størri part av síni tøku inntøku uppá rentuútreiðslur, enn áðrenn rentan byrjaði at hækka í 2022.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2024
Fyrrverandi føroyski flakatrolarin Sjúrðarberg, verður í løtuni umbygdur í Spania
Fyrrverandi føroyski flakatrolarin Sjúrðarberg, verður í løtuni umbygdur í Spania, eftir at Thor keypti skipið í mars mánaði.
Í løtuni verður føroyski trolarin umbygur í Spania, har bæði skip og verksmiðja skulu broytast.
- Tað gongur gott at arbeiða uppá skipið, og vit vænta at skipið verður klárt at fara til fiskiskap í september mánaði, sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor, sum keypti skipið frá JFK í Klaksvík.
Tá ið Sjúrðarberg bleiv seldur, upplýsti Thor, at skipið skuldi seljast víðari til eitt annað felag, sum Thor er partur av, og síðani strikast úr føroyska flotanum.
Rio Solis IV, sum skipið kallast í dag, skal umbyggjast til at fiska lýsing, og annan botnfisk við Uroguay og møguliga við Afrika.
Skipið er bygt á Skála skipasmiðju í 1987, og hevur havt nøvnini Skálafjall, Beinir, Akraberg, Polonus, Tunus, Dorado og Sjúrðarberg.
Tað er sambært skipaskrásetingini felagið Pesquerias Belnova S.A í Uruguay, sum eigur skipið í dag.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2024
Hetta fer fram á Skála í næstu viku. Síðani skal jarnið til Turkalands, umvegis Danmark
Skipið, sum Strandferðslan keypti í desember 2019, fer í næstu viku av landinum og kemur ongantíð aftur. Tað skal høggast upp.
Smápartafelagið 12-08-09 keypti Hasfjord í fjør fyri 410.000 krónur. Talan er um eitt felag, ið tekst við júst upphøgging, so hetta hevur verið á veg.
Hasfjord verður í næstu viku sleipaður av Strondum á Skála, har hann verðir høgdur upp. HSíðani verður jarnið av 49-ára gamla skipinum ført til Turkalands, umvegis Danmark
Tað er ikki greitt, hvussu nógv 12-08-09 fær fyri Hasfjord. Skipið var í sigling í Føroyum í nøkur ár. Tað skuldi sigla við tungum farmi til Sandoynna, og gjørdi hetta í nøkur ár.
Hasfjord kostaði landinum umleið 30 milliónir við øllum, veit Kringvarpið at siga.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2024
Talan er um eina dagføring í bilaparkini hjá IRF – bilarnir eru til vinnuburturkast
Herfyri fekk IRF tríggjar nýggjar bilar at brúka til innheinting av vinnuburturkasti. Bilarnir, sum eru av merkinum Volvo, eru ávikavist ein sokallaður krókabilur (t.e. ein bilur, ið viðfestivognar kunnu krøkjast á, -red.), ein pressubilur til papp og ein bilur, sum bæði er krókabilur og pressubilur, skrivar IRF á heimasíðuni.
Nýggju bilarnir avloysa tríggjar eldri bilar, sum hava verið væl brúktir í ávikavist 10, 11 og 19 ár.
Pappbilurin og krókabilurin eru trýakslaðir, meðan triði bilurin er fýraakslaður. Harumframt kann nevnast, at nýggi pappbilurin hevur serliga útgerð til at lyfta pappballur, og hetta kemur at lætta munandi um innsavningararbeiðið. Bilarnir eru annars sera framkomnir, bæði hvat viðvíkur trygdarskipan, økonomi og umhvørvi.
Stórur partur av virkseminum hjá IRF er innsavning og flutningur av burturkasti, og IRF ger javnan íløgur í ymisk akfør. Akførini, sum dagliga hava nógv virksemi, krevja sjálvandi nógv viðlíkahald, og tørvur er eisini regluliga á at endurnýggja og keypa fleiri akfør, skrivar IRF.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2024
Hetta hevur við sær smærri tillagingar í ferðaætlanini
Týsdagin var Erla Kongsdótti aftur at síggja í Hestfirði
Strandferðsluskipið er nú aftur farið at røkja leið 61 (Gamlarætt - Hestur).
Strandferðslan skrivar, at í hesum sambandi eru smærri tillagingar gjørdar í ferðaætlanini. Umframt hetta verður telefonnummari til tilkalling verður broytt.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2024
Hann byrjaði á Tórshavnar Skipasmiðju, sum hon var nevnd tá, í apríl 1975
Fríggjadagin 12. juli var hátíðarløta í kaffistovuni hjá MEST í Havn fyri Kristiani Martin Jacobsen, sum fekk handað Kongsins Tænastuviðurkenning (belønningsmedalje) fyri trúgva tænastu hjá MEST í samfull 48 ár. Nógvir fyrrverandi og verandi starvsfelagar vóru við til løtuna - har røða varð hildin, nú Kristian Martin hevði fingið viðurkenning frá kongi.
Kristian Martin byrjaði á Tórshavnar Skipasmiðju, sum hon var nevnd tá, tann 28. apríl 1975, og arbeiddi sum elektrikkari øll árini fram til 22. desember 2023.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2024
Neistar komu í útluftingina, og tað gløddi á takinum vegna skammlop í einari maskinu. Tilbúgvingin var tó skjót á staðnum og fekk tamarhald á støðuni, so talan ikki gjørdist um stóran eld
Tað var skammlop í eini maskinu, sum var orsøkin til at øll tilbúgvingin varð sett í gongd í samband við eina fráboðan um eldsbruna hjá Bakkafrost í Vági týsdagin.
Hetta var fyrrapartin - fráboðanin kom millum klokkan 9 og 10. Tað gjørdi hon við einum alarmi staðsettum á brandstøðini í Havn. Síðani fór øll tilbúgvingin í gongd.
Sambært vaktleiðaranum á politistøðini gekk tað skjótt hjá sløkkiliðnum at fáa tamarhald á støðuni, so tað ikki gjørdist talan um stóran eld.
Tað vóru neistar í útluftingini, og tað gløddi á takinum. Hetta festi tó tíbetur ikki í. Skaðarnir vóru tí ikki stórir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2024
Dávið Michelsen verður 1. september nýggjur kommunulækni í Suðurstreymoyar læknadømi. Hanus Debes Joensen byrjar á Strondum eftir summarfrítíðina næsta ár
Heilsutrygd hevur sett tveir nýggjar kommunlæknar i starv. Hesum boðar Heilsutrygd frá.
Tað er Dávið Michelsen, sum eru settur í starv sum kommunulækni í Suðurstreymoyar læknadømi. Hann tekur við starvinum í viðtalu 4 í Gundadali tann 1. september 2024.
Dávið Michelsen nam sær embætisprógv í læknafrøði í januar 2013, og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í mai 2022, skrivar heilsutrygd.fo.
Hanus byrjar um eitt ár
Hanus Debes Joensen verður nýggur kommunulækni í Skálafjarðar læknadømi.
Tað er tó ein tíð, til hann byrjar. Hanus tekur við starvinum í viðtalu fýra næsta ár - tað vil siga eftir summarfrítíðina í 2025
- Hanus Debes Joensen nam sær embætisprógv í læknafrøði í januar 2005 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í februar 2014.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2024
Gongan hevur til endamáls at seta vápnahvíld og friðartilgongd á breddan heldur enn kríggj og dupping, sigur Henrik Weihe Joensen, sum skipar fyri friðargonguni
Mikudagin 24. juli kl. 19 verður skipað fyri friðargongu í miðbýnum í Havn. Gongan byrjar uttan fyri Løgtingshúsið. Haðani verður gingið út á Tinganes og, umvegis Amtmansborgina, niðan aftur á Vaglið, har nøkur orð verða søgd og Rani Nolsøe spælir nøkur løg.
Stigtakari til friðargonguna er Henrik Weihe Joensen, løgfrøðingur og serfrøðingur í tilbúgving. Hann skrivar soleiðis í innbjóðingini:
Kríggini í Ukraina, Ísrael og Palestina halda áfram við ótálmaðari megi, og enn røkist einki fyri friði. Fleiri túsund sivilir borgarar og herfólk hava latið lív síðani kríggini byrjaðu.
ST hevur staðfest, at ógvusligu álopini frá krígsførandi pørtunum í bæði Ukraina og Miðeystri standa ikki mát við altjóða krígslóg. ST hevur samtykt á aðalfundum, at heita á partarnar um at semjast um eina alt fyri eitt vápnahvíld.
Friðargongan hevur sostatt til endamáls, at seta vápnahvíld og friðartilgongd á breddan heldur enn kríggj og vápnadubbing. Fyrireikingin hjá NATO av kjarnorkuvápnum sæst í hesum døgum eisini aftur á okkara leiðum.
Kríggj kunnu elva til fólkamorð, sum holocaust dagurin fyrr í ár áminti okkum um ikki má henda aftur.
Í friðargonguni vilja vit í felag, og í friði, vísa samkenslu við teimum líðandi í Ukraina, Palestina, Ísrael og øðrum londum, har yvirgangur og kríggj herja. Samtíðis vilja vit við friðargonguni gera løgting, landsstýrið og donsku stjórnina varug við týdningin av, at tey meira virksamt enn higartil stuðla vápnahvíld, vápnaavdubbing og friðartilgongdum í krígsraktu londunum.
Við vón um góða undirtøku í sambandi við friðargonguna 24. juli, har tað ikki er avgerandi, hvørja átrúnaðarliga og/ella politiska støðu hvør einstakur hevur til viðurskiftini í Ukraina og Miðeystri; men at vit við friðargonguni, í felag vísa á týdningin, at friðartilgongdir verða settar í verk skjótast gjørligt, soleiðis at fólkini í Ukraina, Ísrael og Palestina fáa loyvi til at liva í friði uttan kríggj.
Fólk eru vælkomin, at hava ljós við sær í sambandi við friðargonguna, har ljósið ímyndar eina vón um frið í teimum londum, har kríggj, yvirgangur og ófriður valdar:
Lív verður tikið fyri at varðveita vald,
men
hví verður vald ikki tikið fyri at varðveita lív?
Friður verður settur til síðis av yvirgangi og kríggi,
men
hví verða yvirgangur og kríggj ikki sett til síðis av friði?
Eru svørini,
at menniskjan virðir vald og kríggj hægri enn lív og frið?
Henrik Weihe Joensen, stigtakari
(Tekstur broyttur kl. 08.53 - tiltakið er í næstu viku)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2024
Hetta heldur svenski granskarin Ingvar Svanberg. Hann hevur í vísindaligari grein víst á serstøku matmentanina í Føroyum við millum annað røstum kjøti og skerpikjøti
Ræst kjøt og skerpikjøt kunnu gerast ein týðandi táttur í eini vaksandi mat-ferðavinnu í Føroyum. Tað heldur Ingvar Svanberg, granskari á Uppsala Universiteti í Svøríki.
Ingvar Svanberg hevur givið út eina vísindaliga grein í tíðarritinum Journal of Ethnic Foods um framleiðslu av røstum lambskjøti í Føroyum, sum hann heldur vera eina heilt serstaka matmentan.
Hann vísir á, at Føroyar eru einasta norðurland, har ræst kjøt verður brúkt sum mannaføði. Hann heldur tað vera sera áhugavert, at mestsum øll framleiðslan fer fram heima hjá fólki, og at fólk hava so neyva vitan um fletting, handfaring og ræsing av kjøtinum.
Í greinini "Fermented mutton in the Faroe Islands: the survival of a local artisanship and food heritage" viðger Ingvar Svanberg eisini týdningin av røstum og turrum kjøti sum týðandi protein-keldu gjøgnum øldir í føroyska samfelagnum.
Ingvar Svanberg hevur fyrr eisini skrivað vísindaliga grein um ræstan fisk.
Greinin um ræst kjøt í Føroyum kann lesast her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2024
Í juni vórðu trý sløg av nudlum afturkallað í Danmark og í Føroyum, tí tey vóru mett at vera ov sterk, men danska Fødevarestyrelsen hevur nú broytt tilmælið, so tær aftur kunnu seljast, og tað hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan eisini
Miðskeiðis í juni ávaraðu danska Fødevarestyrelsen og Heilsufrøðiliga Starvsstovan um trý sløg av sterkum nudlum frá suðurkoreanska framleiðaranum Samyang.
Mett varð, at nudlurnar kundu elva til akutta eitran, serliga hjá børnum, og tí vórðu nudlurnar afturkallaðar í bæði Danmark og Føroyum.
Eftir nærri kanningar, verður nú mett, at tvey av trimum sløgum av nudlum kunnu koma aftur í handlarnar.
Vørurnar innihaldi ikki so høga nøgd av capsaicin - evnið, sum gevur kili tann sterka smakkin - sum áður upplýst, og tí kunnu tær seljast aftur, skrivar Ritzau.
Talan er um "Samyang Buldak 2 x Spicy Hot Chicken" og "Samyang Buldak Hot Chicken Stew". Triðja slagið av nudlum "Samyang Buldak 3 x Spicy Hot Chicken" verður framvegis mett at vera ov sterkt.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur í dag eisini dagført afturkallingina av nudlunum, so hon nú einans fevnir um eitt slag. Øll sløgini verða tó framvegis frámælt børnum at eta.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2024
50 ungdómar savnast í eina viku at dansa. Framførslurnar vera mikudagin 24. juli
Eins og undanfarin ár verður aftur skipað fyri Dansieksperimentinum í ár.
DansiEksperimentið er árlig verkætlan og dansiskeið, sum byrjaði í 2015. Hvørt ár savnast áleið 50 ungdómar í eina viku við tí endamálið at menna sínar dansiførleikar og vitan um dansilistina. Harafturat mennast tey persónliga og sosialt, og fáa eitt stórt, listarligt netverk. Verkætlanin savnar føroyskar og útlendskar yrkisdansarar og –koreografar, umframt ágrýtnar, ungar áhugadansarar.
Saman eru øll hesi ungu við at pallseta eina yrkisliga dansiframførslu, ið hevur nógv ymiskt at bjóða áskoðaranum.
Í ár hevur Dansieksperimentið eisini gjørt eitt samstarv við listabólkin Rammatik v/ Marionnu Mørkøre og Rannvá Káradóttir, sum fara sýna fram ein nýggjan dansifilm, sum Jens L. Thomsen hevur gjørt tónleik til.
Almennu framførslurnar vera í Norðurlandahúsinum mikudagin 24. juli.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2024
Stuttsøgukappingin, sum Bókdadeildin hevur útskrivað, er partur av norðurlendskari verkætlan, har vinnandi søgan í hvørjum landi verður útgivin í einum stuttsøgusavni
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur útskrivað stuttsøgukapping.
Kappingin er partur av norðurlendskari verkætlan, har vinnandi søgan í hvørjum landi verður útgivin í einum stuttsøgusavni. Allar søgurnar verða týddar til hini norðurlendsku málini, og hvørt land gevur savnið út á sínum máli.
Endamálið er at styrkja samanhaldið í norðurlondum, soleiðis at tekstirnir røkka tvørtur um landamørk, skrivar Bókdadeildin í tíðindaskrivi.
Krav er, at søgan skal vera til børn, og evnið er felagsskapur (í øllum formum).
Stuttsøgan skal vera í mesta lagi átta síður á 2.000 tekn. Øll kunnu luttaka.
Fyri at luttaka í stuttsøgukappingini skulu stuttsøgurnar latast inn við telduposti til Bókadeildina á [email protected] í seinasta lagi sunnudagin 1. september 2024.
Vinningurin er 8.000 krónur og luttøka í norðurlendskum seminari við hinum rithøvundunum og forløgunum. Vinnarin verður kunngjørdur 1. oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2024
Legendariski vágabólkurin spælir á Summar Festivalinum
Tinganest hevur síðani áttatiárini skrivað og sungið sangir fyri føroyingum, og í august fer bólkurin at framføra á Summar Festivalinum.
Teirra gløggu eygleiðingar, skeivu vinklar, vælsitandi tekstir og fangandi løg hava givið bólkinum eina heilt serliga støðu í føroyskum tónleiki. Verður tað lagt saman við serstaka vágasoundinum, ber til at siga, at eingin bólkur í heiminum er sum Tinganest, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
Jóan Jakku Guttesen og hansara menn eru framúr á palli, og nú koma teir aftur á Summar Festivalin at spæla sangir sum "Vágagellan", "Annan sang", "Síðsti dansur", "Upp á tá" og aðrar.
Summar Festivalurin verður hildin frá 8. til 10. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2024
Donald Trump við stuttari útsøgn á sosialum miðli nakrar tímar eftir skottilburðin. - Eg visti beinanvegin, at okkurt var galið, tá eg hoyrdi ljóðið av skoti, sum fór fúkandi fram við mær
- Eg varð skotin við einari kúlu, sum trongdi ígjøgnum ovasta partin av mínum høgra oyra.
- Visti beinanvegin at okkurt var galið, tá eg hoyrdi ljóðið av skoti, sum fór fúkandi framvið mær. So merkti eg við tað sama eina kúlu, sum fór ígjøgnum húðina. Tað bløddi illa.
Soleiðis greiðir Donald Trump frá skottilburðinum, sum hann var fyri seint leygarkvøldið - stutt fyri midnátt - føroyska tíð. Hann skrivaði stutt fyri klokkan 02 føroyska tíð á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.
Forsetavalevnið hjá republikanarunum tosaði á valfundi í statinum Pennsylvania, tá alt gjørdist ein hurlivasi. Á upptøkum hoyrast skot týðiliga, og blóð sæst koma úr høgra oyra hjá Trump. Tað stóð tó greitt, stutt eftir at Secret Service fekk fyrrverandi forsetan í USA av staðnum, at hann hevði tað eftir umstøðunum gott. Donald Trump er síðani væl kannaður av læknum.
- Eg vil takka Secret Service fyri skjóta atgerð í sambandi við hendingina í Pennsylvania, og eg hugsi serliga um famijuna hjá persóninum, sum varð raktur av skotum og dripin (...) tað er ótrúligt, at slíkt kann henda í okkara landi. Guð vælsigni USA.
Myndir: EPA
Í sjónvarpsrøðu nakað seinni fegnast Joe Biden um, at støðan hjá mótsstøðumanninum var trygg. Forsetin øtast samstundis um, at skottilburðurin fór fram. Biden og hansara toymi valdu at støðga við valdystinum fyribils: Einki tiltak verður honum til frama, meðan mótparturin fær tíð at koma fyri seg, og heldur ikki sjónvarpslýsingar
Spurningurin er, hvat hendir nú. Tað er ikki eindømi, at forsetar ella forsetavalevni í USA eru fyri skottilburðum. Maðurin við skotvápninum í Pennsylvania hevði eftir øllum at døma nógv umrødda Donald Trump sum mál, og verður málið eisini kannað sum morðroynd, skriva fleiri miðlar í USA.
Brotsgerðarmaðurin tók eitt mannalív á staðnum við sínum skotum, áðrenn Secret Service drap hann Ein annar í mannamúgvuni er í lívsvanda, skrivaðu CNN, BBC og aðrir altjóða miðlar í nátt.
Trump fekk ikki stórvegis mein av hendingini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2024
Tað var ein 20 ára gamal maður úr Pennsylvania, sum leygarnáttina okkara tíð skeyt eftir fyrrverandi amerikanska forsetanum
Amerikanska samveldisløgreglan FBI hevur eyðmerkt brotsmannin, sum skjeyt fyrrverandi amerikanska forsetan Donald Trump, og sum síðani varð dripin av Secret Service.
Talan er um Thomas Matthew Crooks, ein 20 ára gamal maður úr Bethel Park í Pennsylvania, váttar FBI í morgun sambært altjóða miðlum.
Á tíðindafundi um midnátt amerikanska tíð upplýsti FBI, at tað enn ikki var greitt, hví Crooks skeyt eftir amerikanska forsetanum.
– Vit hava í løtuni ikki staðfest eitt motiv, men okkara kanningarfólk arbeiða við at staðfesta, hvat motivið var, varð sagt í tíðindafundinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2024
Tað er meira umráðandi enn nakrantíð fyrr, at vit standa saman, segði Donald Trump, eftir at hann í nátt var fyri morðroynd á valfundi í Pennsylvania
Áleið 14 tímar eftir skottilburðin á valfundinum hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Donald Trump, úttalaði hann seg um hendingina á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.
– Í hesi løtu er tað meira umráðandi enn nakrantíð fyrr, at vit standa saman og vísa okkara veruliga karakter sum amerikanarar, verða sterk og avgjørd og ikki loyva tí ónda at vinna, skrivaði Trump.
Eisini takkar fyrrverandi forsetin fyri tankar og bønir, og sigur hann, at tað var Guð, sum bjargaði lívið á honum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2024
Tað segði amerikanski forsetin m.a. í røðu, sum hann helt fyri tjóðini sunnukvøldið
– Harðskapur sum heild, hoyrir ikki heima í USA, og vit mugu ikki loyva, at slíkt verður gerandiskostur.
Soleiðis segði amerikanski forsetin Joe Biden m.a. í røðu fyri tjóðini sunnukvøldið, dagin eftir skottilburðin á valfundinum hjá fyrrverandi forsetanum Donald Trump.
– Tíbetur hevur Trump ikki fingið álvarsligan skaða. Eg tosaði við hann í gjárkvøldið (leygarkvøldið, red.) Eg eri takksamur fyri, at tað gongst honum væl, segði Biden.
Málið verður enn kannað av amerikonsku samveldisløgregluni FBI, og sambært Biden er enn ikki greitt, hvat lá aftanfyri skottilburðin.
Eisini heitti amerikanski forsetin í røðu sínari á amerikanarar um at standa saman.
– Minnist til, at meðan vit kunnu vera ósamd, eru vit ikki fíggindar, segði hann.
– Einki er meira umráðandi nú, enn at vit standa saman.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2024
Heimsleiðarar eru skelkaðir og fordøma álopið á Donald Trump
– Eg eri skelkaður.
Soleiðis sigur Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari um drápsroyndina á fyrrverandi amerikanska forsetan Donald Trump leygarnáttina.
Í dagføring á sosiala miðlinum X skrivar Stoltenberg m.a., at hann fordømir álopið á Trump.
– Politiskur harðskapur hoyrir ikki heima í okkara fólkaræði. Nato-sameind standa saman fyri at verja okkara frælsi og virðir.
Fleiri heimsleiðarar hava fordømt álopið á Trump.
Franski forsetin, Emmanuel Macron sigur, at álopið er "ein sorgarleikur fyri okkara fólkaræði", og kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau sigur, at hann gjørdist "sjúkur" av at hoyra um hendingina.
– Politiskur harðskapur hoyrir ikki heima í okkara samfelag, og mínir tankar fara til offrini í hesum álopinum, sigur bretski forsætisráðharrin Keir Starmer.
Danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen skrivar soleiðis á sosiala miðilin X.
– Skelkað yvir at hoyra tíðindini um skottilburðin á valfundinum í Pennsylvania. Slíkur politiskur harðskapur kann als ikki góðtakast og hevur einki pláss í okkara samfelag. Mínir tankar eru við Donald Trump og hansara kæru og við familjunum hjá teimum dripnu og særdu.
Aksel V. Johannesen, løgmaður fordømir eisini álopið á Trump í fráboðan á X.
– Vit mugu ongantíð góðtaka harðskap í einum fólkaræði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2024
J.D. Vance kann gerast yngsti varaforseti í USA nakrantíð – hann fyllir 40 beint eftir ólavsøku
J.D. Vance, møguligi komandi varaforsetin í USA, segði týsnáttina okkara tíð, at tað, sum hann fyrr hevur sagt um Donald Trump vísur, at hann “mistók seg”.
- Eg segði nøkur ljót ting um Donald Trump fyri tíggju árum síðani, og tað er av týdningi at viðganga, at eg mistók meg, sigur J.D. Vance, sum í gjár varð valdur sum varaforsetavalevni hjá Donald Trump.
J.D. Vance hevur fyrr kallað Trump fyri “amerikanski Hitler”, men hevur síðan í fleiri førum vart fyrrverandi forsetan.
Afturi í 2016, tá Trump vann forsetavalið, kallaði Vance hann fyri ein idiot og sammetti hann við Hitler.
Mánadagin varð Vance alment útnevndur av republikanska flokkinum sum floksins valevni at gerast varaforseti.
Við Fox News sigur Vance, at hann heitir á myndugleikarnar um at fara undir eina gjølliga kanning av, hvat hendi í sambandi við drápsroyndina móti Donald Trump leygardagin.
Til sama miðil sigur hann, at hann var ivasamur mótvegis Trump í 2016, men at Trump seinni fekk hann til at broyta meining.
39 ára gamli senatorurin frá Ohiho sigur eisini, at “Kine er ein størri trupulleiki fyri USA enn kríggið millum Russland og Ukraina”.
Vance var í 2022 valdur til senator í Ohio, eftir dyggan stuðul frá Trump undir valstríðnum.
J.D. Vance, sum 2. august fyllir 40 ár, vaks upp í fátækari familju í ‘rustbeltinum’ í Ohio. Hann gjørdi tænastu í herflotanum undir Irakkrígnum. Tók løgfrøðiliga útbúgving frá virda háskúlanum Yale og vann sær ríkidømi við váðafullum íløgum meðan hann búði við amerikansku vesturstrondina.
Vance gjørdist gitin, tá hann skrivaði bókina “Hillbilly Elegy: A Memoir of a Family an Culture in Crisis”, sum gjørdist ein bestseljari.
Í 2022 varð hann valdur inn í senatið umboðandi Ohio. Nú er hann væl á veg til at gerast yngsti varaforseti í USA nakrantíð.
Hann verður lýstur sum ein konservativur populistur. Hann sigur seg dáma væl ungarska forsætisráðharran Viktor Orbán, og er ímóti fosturtøku.
Vance er eisini ímóti amerikanska stuðlinum til Ukraina. Lat Evropa tæka sær av tí, skal Vance hava sagt. USA má miðsavna seg um Kina í staðin.
Hann sigur seg eisini stuðla MAGA-politikkinum hjá Donald Trump av fullum hjarta. MAGA er stytting fyri slagorðinum hjá Donald Trump: Make America Great Again.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2024
Men tað er valið av varaforsetavalevninum, sum skapar kjak. Valið fall á 39 ára gamla senatorin í Ohio, J.D. Vance
Republikanski flokkurin í USA hevur valt Donald Trump til valevni á komandi amerikanska forsetavalinum. Tað hendi mánadagin á floksfundinum.
Hetta kom ikki óvæntað, og Trump var eisini einasta uppskot til forsetavalevni.
J.C. Vance er varaforsetavalevni
Stóra samrøðuevnið í Amerika var annars valið hjá Donald Trump av varaforsetavalevni.
Á fyrsta degnum á landsfundinum hjá republikanarunum varð kunngjørt, at tað verður 39 ára gamli senatorurin úr Ohio, J. D. Vance, sum kemur at standa undir liðini á Donald Trump í valstríðnum, og sum verður komandi varaforseti, um Trump vinnur valið.
J.D. Vance (Mynd: EPA)
Hesum boðaði Trump frá á sosiala miðili sínum, Truth Social, mánadagin.
- Eftir drúgva umhugsan havi eg gjørt av, at tann persónur, ið er best egnaður at átaka sær uppgávuna sum varaforseti, er J. D. Vance, senatorur, skrivaði Trump.
Og mánakvøldið varð hetta einmælt samtykt á floksfundinum hjá radikala flokkinum.
Kallaði Trump fyri 'idiot'
Valið kom heldur óvæntað, tí 39 ára gamli senatorurin frá Ohio hevur fyrr verið ógvuliga kritiskur mótvegis Donald Trump. Upp til forsetavalið í 2016, tá Trump vann á Hillary Clinton, var J.D. Vance bersøgin og kallaði Trump eitt nú fyri “idiot” og “amerikanski Hitler”.
Hesi seinastu árini hevur hann tó verið ein trúðfastur Trump stuðul og verji. Og afturfyri takkaði Trump honum við at vísa sín stuðul á senatorvalinum í Ohio í 2022, sum J.D. Vance vann.
Vance gjørdist kendur í amerikanskum politikki, tá hann útgav sjálvævisøguna “Hillbilly Elegy”, sum gjørdist ein bestseljari í bókhandlunum.
Bókin snýr seg um hansara fátæksliga uppvøkstur í sokallaða ‘rustbeltinum’, har tungi kol- og stálídnaðurin liggur, men har tað síðan 1980’ini hevur verið stór afturgongd í framleiðsluni og talinum av arbeiðsplássum.
Bókin gav nógvum amerikanarum í arbeiðarastættini eina rødd – fólk, ið kenna seg svikin av stjórnini í Washington D.C., skrivar Ritzau.
Sitandi forsetin, demokraturin Joe Biden, hevur ikki nógv til yvurs fyri valinum av varaforsetavalevni.
Stutt eftir útnevningina skrivaði forsetin á X um Vance, at “hann er stórur í munninum, tá tað snýr seg um arbeiðandi fólkið. Men nú ætlar hann saman við Trump at økja skattirnar hjá miðalstæddini fyri at fíggja fleiri skattalættar til tey ríku.”
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2024
Hon er tilnevnd til uttanríkisstjóra í ES, og boðaði mánadagin frá, at hon leggur frá sær
Kaja Kallas, forsætisráðkvinna í Estlandi hevur boðaði mánadagin frá, at hon leggur frá sær.
Hon verður tó verandi í embætinum, inntil ein nýggjur stjórnarleiðari er funnin, og ein nýggj stjórn er skipað.
Síðst í juni varð Kallas tilnevnd til uttanríkisstjóra í ES, men áðrenn hon fer í nýggja starvið, skal tilnevningin fyrst góðkennast av ES-tinginum seinni í hesum mánaðinum, skrivar Ritzau.
47 ára kamla Kaja Kallas gjørdist í 2021 fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðarin í Estlandi. Hon hevur verið forkvinna í liberala flokkinum Eesti Reformierakond síðan 2018.
Kallas hevur verið sera atfinningarsom móti Russlandi, og fyrr í ár varð hon koyrd á ein russiskan lista yvir eftirlýst fólk fyri, sambært russiska stýrinum, at hava framt "fíggindarligar gerðir" móti Russlandi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2024
Sambært frágrieðing hjá ST verða vit 10,3 milliardir fólk í heiminum miðskeiðis í 2080unum, men áðrenn 2100 er fólkatalið minkað niður í 10,2 milliardir
Í løtuni búgva 8,2 milliardir fólk í heiminum, og miðskeiðis í 2080unum verða vit 10,3 milliardir.
Men síðani fer fólkatalið at minka niður í 10,2 milliardir áðrenn ár 2100, verður sagt í frágreiðing hjá ST.
Tað eru seks prosent - ella 700 milliónir - færri, enn mett varð í einari líknandi ST-frágreiðing frá 2013, har mett eisini varð, at fólkatalið ikki fór at minka í hesari øldini, skrivar Ritzau.
Orsøkin er m.a., at gitnaðarførið fer at minka í nøkrum av størstu londunum, eitt nú Kina.
Sambært frágreiðingini hjá ST býr ein fjórðingur av heimsins fólkatali í londum, har fólkatalið longu er komið upp á tað hægsta. Talan er um 63 lond sum eitt nú Kina, Russland, Japan og Týskland.
Í 48 øðrum londum, har tilsamans tíggju prosent av heimsins fólkatali búgva, væntast fólkatalið at røkka toppinum millum 2025 og 2054. Talan er m.a. um Brasil, Iran og Turkaland.
Í 120 londum - m.a. India, Indonesia, Nigeria, Pakistan og USA, væntast fólkavøksturin at halda fram eftir 2054 og møguliga inn í næstu øld.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2024
Amerikanska sjónleikakvinnan, sum er kend úr røðini Beverly Hills 90210, andaðist leygardagin, 53 ára gomul
Amerikanska sjónleikakvinnan Shannen Doherty er deyð, 53 ára gomul.
Tað skrivar amerikanski miðilin People.
Doherty andaðist leygardagin 13. juli eftir at hava strídst við krabbamein í nógv ár, sigur talsfólk hennara. Hon fekk fyrstu ferð staðfest bróstkrabba í 2015.
Shannen Doherty varð fødd í Memphis í statinum Tennessee 12. apríl 1971, og byrjaði at spæla sjónleik longu í barnaárunum.
Doherty er serliga kend fyri at hava spælt leiklutin sum Brenda Walsh í sjónvarpsrøðini Beverly Hills 90210, sum varð víst fyri fyrstu ferð í oktober 1990. Hon spældi við í fýra umførum av røðini frá 1990 til 1994.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2024
Fyri fyrstu ferð verður meira enn helvtin av streyminum í ES framleiddur við hjálp av vindi, vatni, sól og “biomassa”
Ein av orsøkunum til broyttu gongdina frá steinrunnum brennievni til varandi orku stavar frá útbyggingini av vindmyllum í Norðsjónum. Eisini vindorkan á landi dregur rætta vegin og stóð fyri einum vøkstri uppá 15 prosent frá 2022 til 2023.
Um somu tíð minkaði framleiðslan av gassi við 19 prosentum. Eisini kolaframleiðslan minkaði við 30 prosentum.
Hóast hesar broytingar er tað kortini kjarnorkan, sum stendur fyri størstu streymframleiðsluni, nevniliga 24 prosent av samlaðu orkuni.
Men hóast broytingarnar í sambandi við grøna orkuskiftið, tá talan er um streymframleiðslu, so sigur Eurelectric stovnurin í ES, at broytingarnar ganga ov seint. Tí heitir stovnurin á ES um at skunda enn meira undir elektrifiseringina av øllum ES.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2024
AIK og Mikkjal Thomassen eru í samráðingum. Føroyski venjarin skrivaði undir við svenska stórfelagið í vikuni
Tað var mánamorgunin, at norskir miðlar skrivaðu, at Mikkjal Thomassen gavst sum venjari í Fredrikstad FK, sum hann hevur verið við til at flutt upp í bestu norsku deildina.
Síðan kom fram og váttað, at Mikkjal Thomassen og svenska stórfelagið AIK Stockholm samráddust.
Svenska Expressen gjørdi nógv burtur úr samráðingunum, og sambært keldum hjá miðlinum passar Mikkjal Thomassen væl til tann profilin, sum AIK hevur leitað eftir.
Men alt kostar. AIK má keypa Mikkjal Thomassen úr sáttmálanum, hann hevur við Fredrikstad og sum gongur út í 2025. Sambært Expressen skal AIK gjalda millum tvær og fýra milliónir svenskar krónur, tað er millum 1,3 og 2,5 milliónir danskar krónur, fyri at keypa Mikkjal Thomassen leysan.
Miðlin skrivar víðari, at ætlanin var at Mikkjal Thomassen skuldi koma til Stokkholm hesa vikuna, helst longu týsdagin ella mikudagin.
AIK liggur í løtuni á tólvta plássi í bestu svensku fótbóltsdeildini við 17 stigum eftir 13 dystir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2024
Sáttmálin er galdandi til 2026. Longu hósdagin hevði hann fyrstu venjingina við hópinum
Mikkjal K. Thomassen varð týskvøldið kunngjørdur sum nýggjur venjari í stórfelagnum AIK Stockholm.
Føroyski venjarin byrjar í starvinum beinanvegin og hósdagin var fyrsta venjingin við hópinum á venjingarvøllinum Karlberg.
- Eg komi til hetta stolta felagið at stríðast og at arbeiða hart. Fyri felagið, fyri viðhaldsfólkini og fyri leikararnar. Fyri at vinnna tykkara álit og virðing, sigur Mikkjal Thomassen við heimasíðuna hjá felagnum.
Fyrsta val hjá AIK
- Mikkjal var okkara fyrsta val, og hóskar hann til okkum sum hond í handska. Eg eri vísur í at hann, saman við toyminum, fer at lyfta okkum millum tey bestu í Norðurlondum, í mun til úrslit, sigur Thomas Berntsen, ítróttarstjóri í AIK.
Talan er um fyrsta føroyska høvuðsvenjara í fremstu svensku deildini. Mikkjal Thomassen hevur í hálvtannað ár staðið á odda fyri norska Fredrikstad FK, sum hann hevur leitt upp í Eliteseriuna. Undan tí vann hann fleiri FM við KÍ og B36.
Nú er nýggj stór uppgáva á skránni. AIK liggur í løtuni nummar 8 av teimum 16 liðunum í Allsvenskan. Tað er ikki nøktandi fyri svenska stórfelagið. 14 av 30 umførum í Svøríki eru spæld.
Felagið hevur keypt føroyska venjaran úr Fredrikstad. Í 2017 stóð Mikkjal á odda fyri KÍ móti AIK í Europa League: 0-0 í Gundadali og 5-0 á stóra Friends Arena - nýggja heimavøllinum hjá Mikkjali Thomasen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2024
Evropaævintýrið hjá KÍ heldur fram. KÍ skal spæla móti svenska stórfelagnum Malmö FF í 2. umfari í Champions League
Hóast KÍ ongantíð megnaði at vísa veruligar vøddar dystinum mikudagin í Differdange í Luksemburg, megnaðu teir at halda 2-0 leiðsluna frá fyrra dystinum í Klaksvík.
Ikki var talan um sannførandi og pent fótbóltsspæl yvirhøvur, men teir megnaðu tað, teir høvdu sett sær fyri - at koma víðari til 2. umfar í Champions League.
Við einari fantombjarging og fleiri stinnum bjargingum, megnaði Mark Fabricius Jensen í KÍ málinum, at halda málið reint. KÍ stóð seg rímiliga væl í nøkrum verjustøðum, har teir megnaðu at blokera skotroyndum frá Differdange.
Fyritreytirnar batnaðu nakað, tá Differdange eftir VAR-check fekk ein mann útvístan eftir góðan hálvan tíma. Tá opnaði upp í sentrala leikinum, og KÍ fekk meir rúm. Hetta gav KÍ betri fyritreytir, men megnaði liðið ikki at gagnnýta tað til frama fyri málúrtøkuni.
Hóast tað, so megnaði KÍ at spæla seg víðari til 2. umfar í Champions League, tí endaliga støðan gjørdist til málleysan javnleik.
KÍ skal leika móti Malmö FF týsdagin 23. juli í Malmö, Svøríki.
UEFA Champions League 2024 1. umfar - seinni dysturin
Mikudagin 17. juli
FC Differdange - KÍ 0-0 (0-0) 2-0 samanlagt
KÍ 3-4-3 // 5-4-1: Mark Jensen - Alexander Berntsson, Børge Petersen, Cédric Yambéré (78' Odmar Færø), Patrick Da Silva (67' Joseph Williams), Claes Kronberg, René Shaki Joensen (77' Kristoffer Ødemarksbakken), Jóannes Kalsø Danielsen, Albert Ejupi (46' Deni Pavlovic), Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð (L) (86' Pætur Petersen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2024
Tað sigur Árni Frederiksberg, tá vit spyrja hann, hvussu hann upplivdi dystin í Luksemborg. Jákup Biskopstø Andreasen, liðskipari, leggur afturat, at liðfelagarnir góvu alt sum teir áttu á vøllinum
Tað er eygsæð, at KÍ hópurin var í einum sigursrúsi, eftir loknan dyst móti FC Differdange. Tað var ikki løgið, tí liðið er nú víðari til 2. umfar í Champions League
Ein arbeiðsinnsatsur
Tað var mest sum við ein munn, at teir báðir, Árni Frederiksberg og Jákup Biskopstø Andreasen, søgdu við Portalin, at talan var um ein arbeiðsinnsats, tá vit spurdu, hvat gjørdi, at teir nú skulu møta svenska stórfelagnum, Malmö FF.
- Tað var ein trupul uppgáva, har vit verða lagdir undir trýst, men tað vóru vit fyrireikaðir uppá. Vit stóðu væl ímóti, og í tíðarbilum hildu vit væl uppá bóltin. Allir leikararnir góvu alt og var tað ein fantastiskur arbeiðsinnsatsur, sum var høvuðsorsøkin til at vit vunnu okkum víðari til 2. umfar í Champions League, sigur ein sera stoltur liðskipari, Jákup B. Andreasen.
Árni Frederiksberg leggur afturat, at tað kendist sum spældu teir móti hitanum í fyrra hálvleiki.
- Vit høvdu trupult við at fáa offensiva spælið at koyra, men stóðu væl í blokkinum og hildu teimum væl frá møguleikum.
Ein trupul, men ikki ómøgulig uppgáva
Tað var í fjør, at KÍ á ótrúligan hátt vann á táverandi svensku meistaraliðnum, BK Häcken. Nú eru teir víðari til 2. umfar í Champions League og aftur nú stendur verandi meistaraliðið og bíðar. Hesaferð er tað Malmö FF.
Bæði Jákup og Árni ásanna, at helst er talan um størsta lið í Svøríki, men tað ávirkar tær ikki, tí, sum teir sjálvir siga, so hava teir góð minnir úr Svøríki.
- Tað verður eina sera trupul uppgáva, men ikki ómøgulig. Uppgávan krevur, at vit verða sera væl fyrireikaðir og spæla mest sum ein perfektan dyst, sigur Jákup B. Andreasen.
- Vit skulu bara út at gera tað sama einaferð afturat. Hesaferð er tað bara í Malmö, heldur enn í Gøteborg, leggur Árni Frederiksberg afturat.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2024
Doyligt at fáa mál og serliga tá tað merkir so nógv, staðfestir Finnur Justinussen, sum viðurkennir, at hann satsaði heldur nógv við flotta skotinum. Tìbetur eydnaðist tað, 2-0 til Víking og víðari til 2. umfar
Fyri tíggju árum skoraði Finnur Justinussen í 2-1 sigrinum hjá Víkingi á Daugava á Svangaskarði. Hetta var í fyrsta umfari í Europa League.
Tá kom Vìkingur víðari móti lettiska liðnum - hóskvøldi gjørdi liðið tað aftur. Hesaferð var tað í Conferrnce League, og aftur gjørdi Finnur Justinussen eitt mál.
Nú 35-ára gamli áleyparin vísti sítt snildni og hegni stutt fyri hálvleik, tá hann økti til 2-0. Hetta varð endaliga úrslitið á dengum, og Finnur fegnast um at hava hjálpt liðnum við týdningarmikla málinum.
Ikki var hann nøgdir við alt í 2. hálvleiki, men tað eydnaðist at halda Liepaja frá nógvum vandamiklum.
Sí videosamrøðu, har Finnur setir orð á málið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2024
Við 2-0 sigri á FK Liepaja, hevur Víkingur spælt seg víðari til næsta umfar í Conference League. Teir skulu til Belgia at vitja Gent 25. juli
Tað var eftir skotroynd frá Sølva Vatnhamar, ið fekk bólt spældan frá einum vældriblandi Olaf Bárðarsyni. Málmaðurin, Vladislavs Kurakins, bjargaði heldur veika skotinum, men ein árvakin Poul Kallsberg setti returbóltin trygd í netið.
Víkingur royndi at skipa seg í verjuni. Samstundis royndi Liepaja av øllum alvi at gerast vandamiklir í álopsstøðum, men til fánýtis.
Geza Turi, sum flestu føroyingar ynskja sær á føroyska landsliðið, spælir høgan og djúpan bólt, sum Finnur tekur niður til føturnar. Hann tekur ein stuttan rennitúr, fær vinkul á og setur bóltin, púra ísakaldur, upp í handara horn - stong og í mál.
Hetta er fyrsta evropeiska málið hjá Finni Justinussen í tíggju ár. Seinast var á Svangaskarði 10. juli 2014.
Tað gjørdi til ein munandi størri dystur um bóltin í seinna hálvleiki. Liðini bæði høvdu lisið hvønn annan meir av, og gjørdist spælið tí meir skipað. Hóast hetta, so komu bæði málini í fyrra hálvleiki.
Tað kundi tó lættliga enda øðrvísi, var tað ikki fyri ein stórspælandi málmann í Víkinga-málinum. Bárður á Reynatrøð hevði tvær fantombjargingar, eina í hvørjum hálvleiki. Tær vóru báðar av sera stórum leikligum týdningi.
FK Liepaja hevði vist sínar møguleikar, men teir vóru fáir, har teir gjørdust serdeilis vandamiklir. Tá tíggju minuttir restaðu í vanligu leiktíðini hevði Liepaja tveir stórar málmøguleikar, men Bárður á Reynatrøð bjargaði einu skotroyndini í stórum stíli og hin royndin rakti á yvirleggjaran og út.
Tríggjar minuttir fyri leiklok var rok millum partarnar. Ein Liepaja leikari helt seg vera slignan niður av Atla Gregersen, men tað var eygsæð, at hesin leikarin vildi skapa reaktiónir. Tað endaði við einum gulum korti til Atla Gregersen og einum gulum korti til leikaran, ið lat seg fella. Umframt tað, fekk Liepaja leikarin ávaring fyri at tosa við dómaran í óhøviskan og ólógligan mun.
Í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, varð Ingi Jonhardsson feldur beint uttan fyri brotsteigin hjá mótstøðuliðnum. Svenski dómarin, Joakin Östling, latur tað ikki við seg koma og segði, at onki revsivert fór fram.
Víkingarnir eru fimm ferður áður komnir víðari í Evropa. Nú fara teir á sætta sinni víðari, og í komandi viku møta belgiska stórliðnum Gent.
UEFA Conference League 1. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, hósdagin 18. juli
Víkingur - Liepaja 2-0 (3-1 samanlagt)
30' 1-0 Poul Kallsberg (Sølvi Vatnhamar)
43' 2-0 Finnur Justinussen (Geza David Turi)
Víkingur: Bárður á Reynatrøð - Atli Gregersen (L), Bergur Gregersen, Sølvi Vatnhamar (87' Árni Nóa Atlason), Olaf Bárðarson (76' Ingi Jonhardson), Géza Dávid Turi, Finnur Justinussen (70' Jørgen Nielsen), Arnbjørn Svensson, Aron Ellingsgaard, Ari Olsen, Poul Kallsberg
Myndir: Sverri Egholm
Fleiri myndir frá dystinum her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2024
Eftir samanlagdan 3-1 sigur á lettiska liðnum FK Liepaja, er tað greitt at Víkingur skal møta belgiska felagnum KAA Gent í øðrum umfari í Conference League
Tað er hósdagin 25. juli, at Víkingur vitjar belgiska felagið KAA Gent, á Ghelamco Arena, í býnum Gent.
Tað skal sjálvsagt ikki taka nakað frá Víkingi, at teir stríddu seg í fyrimyndarligum samanspæli í dagsins dysti til ein 2-0 sigur - men dysturin móti KAA Gent í komandi viku er ein heilt, heilt øðrvísi uppgáva.
Belgiska stórfelagið hevur seinastu 10 árini verið í sjey evropeiskum bólkaspælum, í Champions League, Europa League og Conference League, tó oftast í síðstnevndu kapping. Sostatt er talan um eitt lið, ið hevur sera nógvar royndir í evropeiskum bólkaspæli.
KAA Gent endaði nummar sjey í belgisku toppdeildini í kappingarárinum 2023/2024, sum gevur møguleika til play-off dystir um at kvalifisera seg til Conference League.
Seinast KAA Gent gjørdist belgiskur meistari var í 2014, men síðani hava teir ofta blanda seg uppí í belgiska toppinum.
Millum leikararnar á belgiska liðnum er danski Andrew Hjulsager. Hann skoraði einsamalla málið í dystinum hjá Gent, ið tryggjaði teimum evropeiska luttøku í summar.
Víkingur og Fótbóltsføroyar annars, kunnu tí vóna at Víkingur spennir bogan og setir seg væl upp móti belgiska liðnum í næstu viku.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2024
Tveir dystir, null mál og einki stig til føroyskan fótbólt. Hetta gjørdist ikki nakað evropeiskt ævintýr hjá Magna Hoseth og B36
Tað skuldi nógv til fyri at venda tí eftir 2-0 tapið í Lettlandi í síðstu viku, og B36 gjørdi ikki nóg mikið mikudagin - ikki nær námind tí.
Auda hevði nakrar vandamiklar og kvikar spælarar fremst, sum hóttu beinanvegin, tá útiliðið var greitt omaná. B36 tordi ikki heilt at sleppa hondbremsuna, og tá heimaliðið fekk stýrt meira við bóltinum, so vantaði skerpni og dygdir at veruliga bróta ígjøgnum og skapa nakað.
Hannes Agnarsson hevði nøkur trekk, og størsti møguleikin hjá heimaliðnum kom, eftir at hann spældi bandaspæl og rak í høgru. Bólturin endaði hjá Mattiasi Hellisdal á brotsteigarmarkinum. 18-ára gamli miðvallarin vísti nakrar góðar taktir, og umvegis eitt Auda-bein rakti bólturin stongina. Hann stakk út til Símun Sólheim, men málverjin bjargaði hansara roynd.
Hoseth royndi seg við útskiftingum og seinni at skifta leikskipan, men tað sá ongantíð út til, at B36 av álvara hótti og trýst sterku verjuna hjá Auda.
Vilmer Rønnberg í nærdysti. Svenski miðverjin átti sín lut í málinum hjá Auda (Mynd: Sverri Egholm(
Í 62. minutti fór luftin nakað úr B36-ballónini. Silas Eyðsteinsson og Vilmer Rønnberg misskiltu hvønn annan í uppspælinum, sendingin hjá málverjanum var ikki góð, og Vilmer var ikki til reiðar; ikki nóg árvakin. Teir fingu heldur ikki vart fyri, tá Talla fekk rullað bóltin í netið.
Eftir hetta var so at siga eingin veruligur spenningur. B36 royndi, men einki spurdist burturúr. Fyrstu ferð síðani 2019, at B36 spælir í Evropa uttan at koma víðari minst einaferð. Hetta er fyrstu ferð, at Auda er víðari í Evropa, og var tað fult uppiborið hjá lettiska liðnum við altjóða íblástrinum.
UEFA Conference League 1. umfar, seinni dystur
Mikukvøldið 17. juli á Tórsvølli
B36 - FK Auda 0-1 (0-0) - 0-3 samanlagt
62' 0-1 Mor Talla Gaye
B36 (3-5-2): Silas Eyðsteinsson - Jann Benjaminsen (L), Vilmer Rönnberg, Thomas Lillo (69' Bjarki Nielsen) - Símun Sólheim (86' Jelle van der Heyden), Anton Søjberg (63' Gutti Dahl-Olsen), Mattias Hellisdal (86' Tobias Hansen), Michal Przybylski, Fabian Østigård Ness - Hannes Agnarsson (68' Marius Kryger Lindh), Zean Peetz Dalügge
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2024
Víkingur, HB og KÍ skulu nú spæla móti liðum úr Belgia, Kroatia og Svøríki. Øll byrja á útivølli - í øllum uppgerðunum vera mótstøðuliðini hjá føroysku feløgini í leikluti sum risafavorittur
Víkingur vann hóskvøldið 2-0 í Klaksvík, eins og KÍ gjørdi í síðstu viku. Bæði liðini spældu javnt á útivølli - í ávíkavist Lettlandi og í Luksemborg - og hava harvið spælt seg víðari.
Tað er í hvør sínari kapping, men uppgávan hjá Víkingi er á pappírinum ikki lætttari enn hjá KÍ - heldur tvørturímóti. Belgiska deildin er styrkismett hægri enn tann svenska, og virðið á hópinum hjá Gent er hægri enn á mótstøðuliðunum hjá KÍ og HB.
Júst HB "avloysir" grannarnar B36 sum triðja føroyska umboðið í evropeiskum fótbólti næstu vikurnar. B36 tapti í 1. umfari móti lettiska FK Auda uttan at gera ein vørr. HB kemur inn í 2. umfar av Conference League, av tí at liðið er steypavinnari.
HB fekk tó ógvuliga torført lutakast: Ein Champions League-vinnari (Ivan Rakitic) er júst lagdur aftuat hópinum hjá kroatiska felagnum Hadjuk Split, aðrir sum hava spælt HM-finalu eru við, og fyrri dysturin verður í Split 25. juli.
Adolfo Sormani og hansara toymi skulu finna nógvar loysnir fyri at gera tað spenanndi móti Hadjuk Split, sum eisini hevur italskan venjara: Gennaro Gattuso (Savnsmynd Sverri Egholm)
Árni Frederiksberg skoraði tey bæði málini í 1. umfari hjá KÍ. Liðið helt eisini málið reint báðar dystirmar móti Differdange úr Luksemborg - nú verður mótsstøðan væl sterkari (Mynd: Sverri Egholm)
Sama dag spælir Víkingur í Belgia - eisini í 2. umfari í Conference League. KÍ skal til Svøríkis sunnudagin og spælir í Malmö týsdagin.
Svensku meistararnir síggja sera sterkir út í løtuni, og hevur felagið verið í Champions League-bólkspælinum fleiri ferðir seinastu tíggju árini. KÍ vann gamaní á svensku meistarunum í fjør, men Malmö FF er sterkari enn Häcken var tá, og føroyameistararnir síggja avgjørt ikki út til at vera á sama stigi sum summarið 2023.
Tað er ógvuliga ósannlíkt, at nakað føroyskt felag kemur víðari, og tað at fáa stig til føroyskan fótbólt næstu tvær vikurnar verður eisini trupult. KÍ, HB og Víkingur fara so at gera eina roynd - Portalurin fylgir gongdini.
Champions League 2. umfar - fyrri dysturin
Týsdagin 23. juli
Kl. 18: Malmö FF - KÍ
Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hósdagin 25. juli
KAA Gent - Víkingur
Hadjuk Split - HB
Fyri HB og Víking verður tað í øllum førum gott at hava fingið nakrar milliónir inn fyri at vera í 2. umfari.
KÍ fær yvir fimm milliónir fyri 2. umfar í Champions League, og um føroyameistararnir fara út, so hava teir tveir eyka møguleikar at koma í bólkaspæl: Europa League og Conference League. Mánadagin verður greitt hvørjum KÍ møtir í Europa League, um liðið fer út úr Champions League.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2024
Dysturin í Belfast endaði við brotssparkskapping, so talan gjørdist um eitt langt arbeiðskvøld hjá føroysku dómarakvartettini
Norðurírska Crusaders vann mikukvøldið 3-1 á walisiska Caernarfon Town. Neyðugt varð harvið við longdari leiktíð, tí tað endaði 2-0 í Wales. Einki mál í longdu leiktíðini og harvið brotssparkskapping, sum Caernarfon Town vann eftir samanlagt 16 brotsspørk.
Spennandi og dramatiskt, men kanska ikki so viðkomandi fyri føroyingar - og tó.
Talan var um fyrsta evropeiska dystin hjá Heina Ziskason Viðoy (FC Hoyvík - fyrr Undrið), síðani hann gjørdist altjóða dómari í desember í fjør. Hann hevði tó eisini nakrar U17-landsdystir í mars.
Tað var eisini ein rein føroyskt dómarakvartett í norðurírska høvuðsstaðnum: Jógvan Breckmann (AB) og Jørleif Djurhuus (Skála) vóru hjápardómarar, meðan Kári á Høvdanum (Víkingur) var 4. dómari.
Heini Ziskason Viðoy og Jógvan Breckmann - her sum áskoðarar til ein dyst. Teir umboða FC Hoyvík og dømdu í Elite Round hjá U17 (EM) í mars. Mikudagin høvdu teir 120 minuttir og brotssparkskapping í Belfast (Privatmynd)
Heini vísti gula kortið fýra ferðir - í øllum førunum til heimaliðið, Crusaders. Metingin var, at 27-ára gamli havnarmaðurin kom væl frá uppgávuni.
Í brotssparkskappingini kolldømdi ein av føroysku hjálpardómarunum eina bjarging, tí málverjin týðiliga var farin av mállinjuni áðrenn skotið.
Tað er ikki heilt vist, nær næsta evropeiska uppgávuna hjá Heina Viðoy og hinum er.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2024
Leirvíkingurin hevur ikki spælt í ár, og skaðar hava verið ein meinbogi seinastu árini. Kraftmikli áleyparin hevur vunnið tvey FM-heiti og steypakappingina heili seks ferðir við Víkingi.19 A-landsdystir og tvey mál er Andreas Lava Olsen skrásettur fyri
Skjótur, krútsterkur, ikki altíð serliga lættur at rokna út og kundi skjóta sum ein hestur. Tá hann var uppá tað besta, var Andreas Lava Olsen ógvuliga torførur at hava við at gera hjá verjuspælarum.
Sum ungdómsspælari var hann til royndarvenjing og fekk eisini bjóðað sáttmála í Onglandi, men spennandi áleyparin vildi heldur verða í Leirvík - hann var bara eitt stutt skifti í danska høvuðsstaðarfelagnum Frem. Andreas spældi eisini við LÍF fram til, at felagið legði saman við Víkingi í 2008. Síðsta árið í 1. deild í Leirvík (2007) skoraði "Lava-maðurin" 19 mál.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tað er ikki tí, at hann hevur havt nógv ár við einum heilt høgum málsnitti í Víkingi - tað besta var 15 mál samanlagt í 2021. Skaðar hava leingi darvað, og sjáldan seinastu árini hevur hann spælt 90 minuttir ella útvið tí í fleiri dystir í eitt koyr. Lava hevur tó havt ein eginleika at hava einstakar dystir og tíðarskeið, har hann veruliga hevur gjørt bart.
Andreas Lava Olsen og Víkingur gjørdu skjótt bart í steypakappingini. Høgi áleyparin skoraði í steypafinaluni á ólavsøku í 2009, sum Víkingur vann 3-2 á EB/Streymi.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Samanlagt skoraði Lava í trimum steypafinalum, og fekk Víking í steypafinaluna í 2022 við sínum máli í hálvfinaluni móti HB.
Liðið úr Eysturkommunu vann hesa finaluna, eins og fimm aðrar. Andreas Lava Olsen vann eisini tvey FM (2016 og 2017) Í 2016 skoraði Lava fimm mál seinastu fýra umførini og var stórur partur av fyrsta føroysmeistataheiti felagsins.
Hann skoraði eisini í báðum Evropa League-dystunum móti Daugava úr Lettlandi í 2014, tá Víkingur kom víðari.
Andreas Lava Olsen spældi 19 A-landsdystur og er skrásettur fyri tvey mál: Eitt í Eysturríki í 2009 og eitt í 3-2 sigrinum á Malta í 2020.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
(Mynd: Bjarni Enghamar)
Ymiskir skaðar hava darvað, og í ár hevur tað verið ryggurin. Hann hevur ikki fingið spælt ein minutt. Nú er greitt, at tað er best hjá 36-ára gamla leirvíkinginum ikki at spæla fótbólt meira á hægri stigi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2024
18-ára gamli miðvallarin hevur fingið sítt gjøgnumbrot, og nýggja avtalan millum Mattias Hellisdal og barndómsfelagið er galdandi fyri tvey tey næstu kappingarárini
Mikukvøldið spældi hann væl á B36-miðvøllinum í evropeiskum dysti á Tórsvølli og gjørdist dagsins spælari hjá heimaliðnum. Tað er nú eisini kunngjørt, at Mattias Hellisdal hevur longt sáttmálan við felagið.
18-ára gamli tekniskt gávaði miðvallarin við góða spælskilinum fekk meira og meira álit í fjør undir Dan Brimsvík, og hevur av álvara bitið seg fastan á liðið. Yvir 40 dystir á besta liðnum, gjøgnumbrotið hjá Mattiasi er komið, og hevur hann millum annað skorað í einari grannauppgerð.
Hetta sær út til at vera ein spælari, ið kann fara at mynda føroyskan fótbólt leingi. Spurningurin er, um hann ætlar sær á hægri stig einferð. Sum nú er, er Mattias Hellisdal knýttur at B36 til og við kappingarárið 2026.
B36-miðvallarin á veg fram (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2024
Teitur Olsen hevur ikki spælt í fyrru hálvu, men 26-ára gamli vongurin er nú aftur tøkur fyri 07 Vestur. Fimm útlendskir spælarar eru farnir burturav hópinum hjá Dan Brimsvík
07 Vestur kundi í vikuni boða frá, at ein av lokalu kreftunum aftur kemur at spæla á besta liðinum hjá felagnum. Talan er um Teit Olsen, sum hevur verið partur av stammuni á 07 Vestur liðnum í fleiri ár. Hetta verður 10. árið 26 ára gamli Teitur spælir í hvítum.
Teitur Olsen hevur altíð spælt við 07 Vestur og er á FaroeSoccer skrásettur fyri 216 vaksnamannadystir við 07 Vestur, harav 75 í bestu deildini.
Kviki vongurin valdi at taka ein steðg eftir síðsta kappingarár, men nú er hann aftur í Betrihópinum. Partarnir hava gjørt sáttmála fyri restina av 2024, umframt 2025, boðar 07 Vestur frá.
- Sostatt er hetta ein av royndastu spælarunum hjá okkum. Hetta verður heilt sikkurt eitt gott íkast til hópin hjá Dan Brimsvík.
07 Vestur fekk tíggju nýggjar útlendskar spælarar í hópin til hetta kappingarárið. Nú er helmingurin av teimum burtur.
Frederik Holst og Marius Isager er farnir aftur til Danmarkar. Tað eru Mads Christiansen og Benjamin Smales-Braithwaite, sum vóru leigaðir úr Vendsyssel til 30. juni, eisini. Harafturat er Maxwell Effiom er leigaður til Skála tað sum eftir er av kappingarárinum.
Fyriuttan Frederik Holst á ávísum økjum og Benjamin Smales-Braithwaite í løtum tíðliga á árinum, hevur eingin av omanfyri nevndu útlendsku spælarum, styrkt um 07 Vestur-liðið.
Tað, at hópurin nú er skorin nakað niður, í mun til útlendskt íkast, er í samsvari við, at 07 Vestur setti Dan Brimsvík fyri at føra besta liðið eftir heldur øðrvísi kós.
Eftir 16 umfør er 07 Vestur á 6. plássi við 21 stigum. Partvíst í ongamannalandi. Liðið byrjar seinnu hálvu 4. august.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2024
25-ára gamli vongurin spældi í 2021 við NSÍ. Síðani hevur hann spælt í íslendskum fótbólti, men danin hevur ikki havt sáttmála higartil í 2024
Mikkel Jakobsen eitur danskur spælari, sum verður nýggjur á liðnum hjá 07 Vestur, tá fótbóltskappingin byrjar aftur. Vongspælarin verður lagdur aftur at 07 Vestur-hópinum til seinastu 11 umførini. Og einasti útlendski spælarin sum kemur nú.
Mikkel Jakobsen er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. 25-ára gamli danin spældi í 2021 við NSÍ. Har spældi hann 33 dystir fyri besta liðið, skoraði fimm mál og legði upp til tíggju afturat.
Síðani 2021 hevur hann spælt við Leiknir og Vestri í ávíkavist bestu og næstbestu deildini í Íslandi. Har hevur Mikkel Jakobsen ikki heilt fingið flog undir yrkisleiðina.
Mikkel Jakobsen í evropeiskum dysti móti finska Honka fyri trimum árum síðani (Mynd: Bjarni Enghamar)
Í heimlandinum var Mikkel Jakobsen á akademinum hjá FC Midtjylland. Har var hann til skifti til Ringkøbing IF í 2020. Tekniskt sterki, kviki og rennisterki vongurin hevur eisini spælt við Kolding IF.
Mikkel er álopskendur miðvallari, sum fyri tað mesta hevur spælt á vonginum.
Eftir 16 umfør er 07 Vestur á 6. plássi við 21 stigum. Partvíst í ongamannalandi. Liðið byrjar seinnu hálvu 4. august. Dan Brimsvík tók við sum venjari felagsins síðst í juni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2024
Jensa Tórolvsdóttir, Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen og Tórunn Joensen skoraðu málini, og Føroyar endaðu harvið undankappingina væl
4-0 á Tórsvølli og 4-0 á Estadi Nacional í Andorra. Føroysku kvinnurnar lótu í hesari EM-undankappingini ongan iva verða um, at tær eru betri enn Andorra.
Týskvøldið varð bygt uppá góða 2-1 sigurin á Montenegro fríggjakvøldið. Grundarlagið varð lagt við tveimum málum innan tríggjar minuttir áleið miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Fyrst sendi Jensa Tórolvsdóttir gott langskot í netið, og Víkinga-spælarin skoraði harvið annan dystin á rað.
Síðani legði Durita Hummeland væl innfyri úr vinstru til KÍ-liðfelagin Eyðvør Klakstein.
Ein onnur roynd, liðskiparin Ásla Johannesen, økti í 72. minutti, og í Tórunn Højgaard Joensen staðfesti sigurin við góðum skoti í yvirtiðini.
Tamarhald var allatíð á dystinum í hitanum í Andorra La Vella, og Føroyar endaðu undankappingina væl: Níggju stig, eitt stig aftan fyri Montenegro á øðrum plássi, og pluss í málúrtøku eftir teir seks dystirnar er góðkent.
EM-undankapping, deild C - bólkur B
Sætta og seinasta umfar - Andorra La Vella 16. juli
Andorra - Føroyar 0-4 (0-2)
19' 0-1 Jensa Tórólvsdóttir
21' 0-2 Eyðvør Klakstein (Durita Hummeland)
72' 0-3 Ásla Johannesen
90+7' 0-4 Tórunn Højgaard Joensen
Stigatalva
1. Grikkaland 16 stig
2. Montenegro 10 stig
3. Føroyar 9 stig
4. Andorra 0 stig
Føroyar: Óluva Joensen - Birita Ryan, Sunniva Willemoes, Heidi Sevdal (56' Malena Olsen), Ásla Johannesen (L), Eyðvør Klakkstein (84' Julia Naomi Mortensen), Sanna Svarvadal (56' Rúna Jacobsen), Jensa Tórolvsdóttir, Tórunn Joensen, Fridrikka Clementsen (73' Anna Brændstrup), Durita Hummeland (56' Mona Rasmusdóttir)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2024
Innkskifti Mikel Oyarzabal skoraði avgerandi málið, tá fimm minuttir restaðu í. Spania setti við finalusigrinum EM-met - onglendingar noyðast framvegis at bíða eftir fyrsta EM-heitinum
Spania hevði bóltin meira og vildi meira við bóltinum. Liðið hjá Luis de la Fuente legði meira fyri frameftir enn Ongland, og tað gav úrslit í Berlin sunnudagin.
Soleiðis hevur tað verið allan vegin, og sunnudagin kostaði tað endliga veruliga Onglandi, ið tyktikst at tora ov illa. Hinvegin gav tað aftur úrslit hjá Spania, sum vann sjey av sjey dystum í endaspælinum.
Tað skaðaði ikki Spania, at Rodri - sum eftir seinasta bríksl varð valdur til besta spælara í kappingini - noyddist út við skaða í stegðinum. Spania legði út sum eitt óløgi í 2. hálvleiki, tá ein spennandi ungur vongur fann ein annan spennandi vong: Yamal yvirum til Nico Williams, sum trygt legði bóltin framvið Jordan Pickford.
So at siga einki var hent frammanfyri málinum í fyrra hálvleiki, og Ongland kom ikki beinleiðis í gongd eftir 1-0 málið. Harry Kane, ið heilt vist er darvaður av ymiskum, varð tikin út fyri Ollie Watkins stutt eftir málið, men tað var ikki fyrr enn Cole Palmer kom á vøllin í 70. minutti, at nakað veruliga hendi.
Gott og skjótt spæl frameftir, Jude Bellingham legði av til Palmer, og innskifti Chelsea-miðvallarin setti sín góða vinstra fót á úr áleið 20 metrum. Bólturin fór heilt niður í longra málhorn. 1-1 í Berlin.
So hendi tað, sum væntast kundi: Liðið hjá Gareth Southgate trekti seg nakað aftur, og lat Spania stýra við bólti. Fimm minuttir fyri leiklok bragdaði aftur hjá "La Roja". Chelsra-bakkurin Marc Cucurella við frálíkari sending úr vinstru, og har var Mikel Oyarzabal til reiðar. Innskifti Real Sociedad-áleyparin rann rætt, og var akkurát ikki rangstaddur, tá hann kastaði seg fram og stýrdi bóltin í netið.
Hetta gjørdist tað 15. spanska málið og avgerandi málið í EM. Ongland royndi at svara aftur, men Dani Olmo bjargaði á strikuni eftir honraspark og stútara. Fjórðu ferð at Spania lyfti steypið - eingin annar hevur vunnið so ofta - og var hetta uttan iva besta liðið í endaspælinum.
Sí eisini: Myndir: Sponsk gleði í Berlin
(Mynd: EPA)
EM-finalan
Sunnudagin 14. juli
Spania - Ongland 2-1 (0-0)
47' 1-0 Nico Williams (Lamine Yamal)
73' 1-1 Cole Palmer (Jude Bellingham)
86' 2-1 Mikel Oyarzabal (Marc Cucurella)
Dagsins spælari: Lamien Yamal
Besti spælari í kappingini: Rodri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2024
Innskifti Lautaro Martinez skoraði einsamalla málið í longdu leiktíðini í finaluni móti Kolumbia. Argentina er nú einasta landið við 16 Copa America-heitum
Seinastu vikurnar hevur EM hjá monnum fylt nógv hjá fótbóltsáhugaðum - serliga her í Evropa. Longur vesturi hevur ein væl eldri "økiskapping" koyrt: Útgáva nummar 48 av Copa America.
16 lið úr Suður, Mið- og Norðuramerika hava kappast í USA. Alt endaði við finalu millum Argentina og Kolumbia mánanáttina føroyska tíð. Finalan byrjaði nakrar tímar aftaná EM-finalan var av, og Spania hevði tryggjað sær metið fyri EM-heitið (fýra). Undan endaspælinum høvdu Spania og Týskland trý EM-steyp hvør.
Mánanáttina fór Argentina framvið Uruguay, og er nú einsamalt søguliga best í Copa America-høpi. 16. heitið kom í hús móti Kolumbia, sum basti júst Uruguay í hálvfinaluni. James Rodriguez, ið skein bjart undir HM-endaspælinum fyri tíggju árum síðani, varð kosin besti spælari í Copa America. James og Kolumbia megnaðu tó ikki at skora móti Argentina og málverjanum, Emiliano Martinez - tað var bert Ecuador í fjórðingsfinaluni, ið megnaði hetta í allari kappingini
Argentina nýtti aftur longda leiktíð at avgera finalu. Tað var toppskjúttin í kappingini, sum sló til. Eftir vælspælt og skjótt argentinstkt álop setti Lautaro Martinez fótin á í kolumbianska brotsteignum. Hetta var í 112. minutti og var talan um fimta málið hjá Martinez í seks dystum í kappingini. Inter-áleyparin skoraði eisini í øllum dystunum í bólkaspælinum.
Lautaro Martinez við bóltinum í finaluni, sum áleyparin seinni avgjørdi (Mynd: EPA)
James tosar við dómaran - hann varð skiftur út eftir vanligu leiktíðina (Mynd: EPA)
Tá málið kom varð Lionel Messi skiftur út. 37-ára gamli fótbóltsgandakallurin hevði einki vunnið við landsliðnum áðrenn Copa America í 2021 - nú eru trý stór steyp komin í hús uppá trý ár. So er spurningurin, um Messi verður við til at royna at endurvinna HM í júst USA um tvey ár.
Tað verður Angel Di Maria ikki. Gávaði miðvallarin spældi sín seinasta landsdyst fyri Argentina. 36-ára gamli Di Maria spældi í 116 minuttir, og varð kosin dagsins spælari.
Copa America-finalan 2024
Argentina - Kolumbia 1-0 eftir longda leiktíð
112' 1-0 Lautaro Martinez (Giovani Lo Celso)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2024
- Tíðin er komin til broytingar og til ein nýggjan kapittul, sigur Gareth Southgate, sum tvær ferðir førdi Ongland til EM-finalu, tó uttan at vinna
Enski landsvenjarin, Gareth Southgate, legði týsdagin frá sær, eftir at tað heldur ikki í aðru royndini eydnaðist honum at føra lið sítt til EM-sigurs.
Enska liðið – eisini kallað The Three Lions – tapti 2-1 fyri Spania í EM-finaluni í Berlin sunnudagin. Fyri trimum árum síðani tapti Ongland EM-finaluna móti Italia í brotssparkskapping.
53 ára gamli Southgate stóð á odda fyri Ongland í átta ár og 102 landsdystum.
- Sum errin onglendingur hevur tað verið mín lívs heiður at spæla fyri Ongland og at standa á odda fyri Ongland sum venjari. Tað hevur havt alt at týða fyri meg, og eg havi eg kundi. Men nú er tíðin komin til broytingar, og til ein nýggjan kappittul, sigur Southgate sambært BBC.
Gareth Southgate spældi sjálvur 57 landsdystir fyri Ongland frá 1995 til 2004. Áðrenn hann gjørdist landsliðsvenjari var hann venjari í felagnum Middlesbrough. Sum spælari umboðaði hann Crystal Palace (1988-1995), Aston Villa (1995-2001) og Middlesbrough (2001-2006)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2024
Eitt nýtt andlit og hugskot skulu sleppa framat, heldur hann
Kasper Hjulmand hevur síðan 2020 staðið á odda fyri danska fótbóltslandsliðnum, men danska fótbóltssambandið DBU boðði fríggjadagin frá, at hann gevst.
- Tá eg hyggi fram móti HM um tvey ár, haldi eg, at tað er best fyri liðið at eitt nýtt andlit og nýggj hugskot sleppa til, sum kann skriva ein nýggjan kapittul fyri hetta fantastiska lið, sigur Kasper Hjulmand við heimasíðuna hjá DBU.
- Tað snýr seg ikki um meg. Tað snýr seg um, hvat er best fyri liðið, sigur hann.
Hjálparvenjarin á danska landsliðnum síðan 2019, Morten Wieghorst, er settur sum fyribils venjari til nýggjárs.
Harvið bleiv áttandapartsfinalan í EM-endaspælinum móti Týsklandi, har Danmark tapti 2-1, seinasti dystur hjá Kasper Hjulmand.
Hann tók yvir eftir Åge Hareide í 2020.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juli 2024
Føroysku U20-menninir vóru væl við fyri steðgin móti sponsku stórfavorittunum, men tað endaði 30-36. Harvið enda Føroyar sum trý'ar, men sleppa vegna løgna kappingarskipan, ikki at spæla um HM-pláss til næsta ár
Teir spældu ikki altjóða skrásettar dystir fyrrenn 2022, tí koronustøðan legði meinbogar í vegin tí viðvíkjandi, millum annað Partille Cup. 04- og 05-árgangirnir hjá Føroyum sluppu tó veruliga at royna seg í EM-endaspælinum fyri U18-lið í Montenegro fyri 23 mánaðum síðani.
Tað eydnaðist at vinna á vertunum, á Serbia, Íslandi og størst av øllum: Á Fraklandi. Óli Mittún gjørdist mest virðismikli spælari í allari kappingini og toppskjútti við heili 80 málum.
Føroyar endaðu á 9. plássi, og árið eftir endaði tað við 8. plássi í U19 HM-endaspælinum í Kroatia. Føroyar vunnu á millum annað Týsklandi og Spania og vóru sekund frá HM-hálvfinaluni.
Nú tykjast seinastu dystirnir av veruligum týdningini hjá hesum árgangunum í ungdómshondbólti at vera spældir. Tað snýr seg sjálvandi - eins og í áttandapartsfinaluni móti Egyptalandi í fjør - um nøkur ting, ið Føroyar ikki avgreiddu nóg væl. Men í hesum førinum snýr tað seg eisini um eina keðiliga kappingarskipan, ið partvíst gevur órættvísa mynd.
Eftir minniliga sigurin á Fraklandi í bólkaspælinum í síðsta EM-endaspælinum. Tá kundu føroyingar spæla um 9. til 16. pláss (Mynd: EHF)
Ísak Vedelsbøl, sum spældi frálíkan dyst á strikuni móti Spania, í flotta sigrinum á Týsklandi í HM-endaspælinum í fjør (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)
Stríddust væl móti stórfavorittunum
Í seinasta EM-bólkaspælsdystinum leygardagin í Celje skuldu Føroyar royna at fáa stig móti sponsku evropa- og heimsmeistarunum, Spania, fyri at tryggja sær pláss í play-off umfarinum til HM. Um Føroyar skuldu spæla seg víðari úr bólkinum, so kravdi tað ein sigur við minst seks málum á spanska liðnum, sum ikki hevur tapt ein almennan dyst enn.
Føroyar byrjaðu betri, og áttu helst verið á odda við 2-3 málum eftir 10 minuttir. Hóast nøkur góð álop, so blakaði Óli Mittún eisini bóltin burtur tríggjar ferðir, og samanlagt 8 tekniskar villur í føroyska spælinum í 1. hálvleiki vóru heldur nógv.
Tað gekst heilt væl at skora, tá okkara komu til skot (82 prosent í fyrra hálvleiki). Hesaferð gjørdist Ísak Vedelsbøl toppskjútti við 11 málum. Hann hevði eisini 11 skot, og fleiri av málunum hjá Ísaki vóru ógvuliga frek. Tað eydnaðist betri at finna sterka stirkuspælaran enn í undanfarnu dystunum.
Serliga var tað Óli, ið fann Ísak væl. Óli Mittún hevur eftir tríggjar dystir í EM 32 mál. Leygardagin legði hann upp til 15 mál, og úrmælingurin úr Sävehof hevði seinastu ella næstseinastu hond á 15 av teimum 16 málunum hjá Føroyum fyri steðgin.
Kanska lá heldur nógv á nummar 78, ið sum nevnt átti nøkur av teknisku mistøkunum. Men føroyska spælið riggaði væl í 1. hálvleiki. Okkara løgdu trýst á spaniólar, fingu teir at fella í útvísingar, og tað reið um snarið, at Føroyar høvdu leiðsluna fleiri ferðir. Møguleiki var at javna í síðstu sekundunum, men ístaðin fóru spaniólar avstað og øktu til 18-16, ið var hálvleiksstøðan.
Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass
Óli Mittún spældi aftur framúr væl leygardagin. Dysturin móti Spania gjørdist tann seinasti ungdómslandsdysturin av veruligum týdningi hjá Óla (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)
Gjørdist ov stórur munur
Í løtum fann føroyska verjan loysnirnar, og Torstein Sivertsen kom inn og hevði nakrar stórbjaringar í málinum. Samanlagt bjargaðu hann og Aleksandar Lacok 10 skot (fimm hvør), men hetta var ikki nóg mikið til at bjóða Spania av allan vegin.
Tóki Fríðriksson byrjaði fínt í miðverjuni, men fekk í 16. minutti reytt kort, tá hann rakti Petar Cikusa í andlitið, tá hesin var í gjøgnumbroti.
Tað var ógvuliga óheppið at enda í bólki saman við Spania og Fraklandi, tá man er styrkismettur sum nummar tvey. Føroyar høvdu eisini sloppið undan at spælt móti Petar Cikusa úr Barcelona. Hann skal tó ikki til OL kortini, og hóast Cikusa brendi nakað, so var hann týdningarmikil í spanska spælinum. Tað var effektivt, og Føroyar fingu heldur ikki tamarhald á Victor Romero á strikuni (skoraði 7 av 7).
Fyrstu løtuna av 2. hálvleiki raktu okkara yvirleggjaran tvær ferðir, onkrar marginaldømingar vóru ímóti, og Spania fór frá. Munurin gjørdist ongantíð heilt lítil aftur, hóast føroyingarnir stríddust flott. Tað endaði 36-30.
Keðilig kappingarskipan kostar
Føroyar vóru samanlagt millum fýra teir bestu trý'ararnar (vegna sigurin á Sveis og lutfalsliga tøttu dystirnar móti Spania og Fraklandi) Okkara høvdu, eins og millum annað Rumenia og Italia, tvey stig, men betri málúrtøku enn tey.
Hóast hetta, komu Føroyar ikki millum teir trý'ararnir, ið sluppu at kappast um pláss til U21 HM-endaspælið næsta ár. Føroyar vóru millum 16 tey fremstu londini eftir bólkaspælið, men sluppu ikki at stríðast um at enda í topp-16 í endaspælinum. Skil tað, tann ið skilja tað vil, men tað snýr seg meira um hvat bólkarnir eita, enn samlaða úrslitið:
Tveir trý'arar úr bólki A-C, Kroatia og Serbia, koma víðari. Tey høvdu ávíkavist eitt stig fleiri og eitt sindur betri málúrttøku enn Føroyar, ið vóru úr bólki C. Úr hinari helvtini høvdu Rumenia og Itala bæði verri málúrtøku enn Føroyar (-12 og -16 mótvegis -8) og, men av tí at Rumenia var í "røttu helvtini", so gekk tað hjá teimum.
Føroyar vóru nummar 9 til EM í 2022 og nummar 8 til HM árið eftir í hesum árganginum. Tó mistu okkara ungu menn nú møguleikan at fara eftir fjórða endaspælinum orsakað av løgnari tekniskari orsøk. Føroyingar vóru í væl truplari bólki enn so at sig allir hinir trýðarnir. Tað er upp til lutakast, men tað gevur í øllum førum lítla meining, at ikki hvørt mál telur. Eftir hetta skuldu føroyingar ístaðin spæla plaseringsdystir uttan nakran serligan týdning.
Eins og móti Egyptalandi í fjør, so endaði hetta endaspælið við einum vónbroti - (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)
U20 EM-endaspæl, 3. og seinasta umfar í bólkaspælinum
Celje, Slovenia - Leygardagin 13. juli
Føroyar – Spania 30-36 (16-18)
Útvísingar:
Føroyar 3 - Tóki Fríðriksson fekk reytt kort eftir 16 minuttir fyri at raka spanióla í andlitið
Spania 8
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2024
Føroyar lótu ongan iva vera um, at okkara vóru dygdarbetri enn Ísrael. Føroyar stýrdu dystinum frá byrjan, og vunnu 36-29, eftir hálvleiksstøðuna 19-14 til Føroyar
Føroyar lótu ongan iva vera um, at okkara vóru dygdarbetri enn Ísrael. Føroyar stýrdu dystinum frá byrjan og vunnu 36-29, eftir hálvleiksstøðuna 19-14 til Føroyar.
Ísrael endaði á fjórða og aftasta plássi í innleiðandi bólkinum, har teir taptu allar dystirnar. Mótstøðulondini vóru Danmark, Slovenia og Italia.
Tað var eyðsýnt frá dystarbyrjan, at føroysku leikararnir vildu vísa, at teir hoyra heima hægri í EM-kappingini eftir óhepnu lagnuna eftir innleiðandi bólkspælið. Føroyar stýrdu leikferðini og komu fram um 4-0, áðrenn ísraelar fingu sítt fyrsta mál. Leikferðin var ikki høg, men vælstýrd og okkara menn komu til góðar kjansir so at siga hvørja ferð. Føroyar skiftu nógv út um miðjan hálvleik og flestu leikarar vóru á vøllinum í fyrra hálvleiki. Hetta ávirkaði rútmuna eitt sindur í føroyska spælinum og vóru heldur nógvi møguleikar brendir ta einum løtuna. Leiðslan var tó hildin, og fóru Føroyar til hálvleiks frammanfyri 19-14.
Ísrael royndi seg við 7 móti 6 í álopinum frá byrjan í seinna hálvleiki og høvdu okkara trupulleikar við flytingunum á strikuni í eina løtu. Ísraelar komu ov lætt til málini ein løtu, føroyska liðið fekk tíbetur rætta upp og mótstøðumennirnir fóru aftur til 6 móti 6. Í álopinum skoraðu Føroyar nærum hvørja ferð, og leiðslan var ongantíð í vanda.
Sum heild ein dystur har Føroyar spældu við breiddini og fingu fordeilt orkuna nú tríggir dystir resta í kappingini. Føroyar vunnu 36-29.
Eftir dystin var Jákup Egholm kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Jákup gjørdi 5 góð mál uppá 5 royndir av vinstra vongi í dag. Føroysku vengurnir vóru sum heild góðir, har eisini Niklas Gaard og Óla Jákup Gaard Olsen á høgra vongi skoraðu væl við 9 málum sínamillum.
Føroyar – Ísrael 36-29 (19-14)
Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 10 (6)
Óla Jákup Gaard Olsen 5
Trúgvi Hávardsson 5
Jákup Egholm 5
Niklas Gaard 4
Helgi Poulsen 3
Ísak Vedelsbøl 1
Høgni Heinason 1
Búgvi Poulsen 1
Tóki Fríðriksson 1
Málverjar:
Aleksandar Lacok 45 min., 8 bjargingar, 29%
Torstein Sivertsen 15 min., 2 bjargingar, 18%
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2024
Bastu eitt av veikastu liðunum í EM-endspælinum uttan at vera heilt nær toppstigi og uttan Óla Mittún í 2. hálvleiki
Føroyar byrjaðu dystin illa, og máttu taka time-out longu eftir 8 minuttir. Tá vóru okkara aftanfyri 5-3. Innsatsatsurin tóktist hálvhjartaður og verjan stóð illa saman við málverjanum. Ukraina er millum veikastu liðini í kappingini, men teir hava fleiri stórar og góðar skjúttar. Millum annað Mykola Protsiuk, sum gjørdi 8 mál í fyrra hálvleiki.
Um miðjan hálvleik gjørdu føroysku venjararnir fleiri broytingar. Sasha Lacok kom í føroyska málið og hann hevði beinanvegin fleiri bjargingar. Jákup Egholm kom inn sum 1'ari í verjuni, og nú riggaði betri. Óla Jákup Gaard Olsen, sum spældi ein góðan dyst mánadagin móti Ísrael, gjørdi tað eisini gott á høgra vongi og bakki, har hann var tryggur hvørja ferð. Samanlagt skoraði vestmenningurin fimm mál.
Føroyar vóru omaná í seinnu helvt av fyrra hálvleiki og komu endiliga fram um eftir 21 minuttir. Okkara høvdu møguleikan at renna frá, men aftur vóru skot brend og tekniskar villur framdar. Føroyar vóru sostatt bert hitt eina málið frammanfyri í hálvleikinum, 16-15.
Tað var skjótt greitt í seinna hálvleiki, at Føroyar høvdu fleiri streingir at spæla uppá enn Ukraina. Toppskjúttin í fyrra hálvleiki, Mykola Protsiuk, fekk reytt kort fyri sína triðju útvísing 5 minuttir inn í seinna hálvleik, og ukrainska álopið viknaði av tí sama.
Føroyska liðið fekk brúkt flestu leikararnar og vanligi spælskiparin, Óli Mittún, spældi ikki inni í seinna hálvleiki. Hann var bert inni og skeyt tvey brotskøst.
Trúgvi Hávardsson og Helgi Poulsen stýrdu føroyska spælinum, og føroyingarnir megnaðu so líðandi at økja um leiðsluna og gjørdist til endans talan um ein tryggan 35-27 sigur.
Eftir dystin var málverjin hjá Føroyum, Aleksandar “Sasha” Lacok, kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Sasha stóð ein frálíkan dysti eftir at hann kom inn eftir 15 minuttir. Hann hevði eitt bjargingarprosent uppá 37.
Dystir um 17.-24. plássið í EM-endaspælinum
Týsdagin 16. juli
Føroyar - Ukraina 35-27 (16-15)
Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 6 (2)
Ísak Vedelsbøl 6
Óla Jákup Gaard Olsen 5
Høgni Heinason 4
Trúgvi Hávardsson 3
Niklas Gaard 3
Jákup Egholm 2
Rókur Ziskason 2
Búi Poulsen 2
Helgi Poulsen 1
Rói Seyer Hjaltason 1
Málverjar:
Aleksandar Lacok 45 min., 10 bjargingar, 37 %
Torstein Sivertsen 15 min., 2 bjargingar, 17%
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2024
Við einum vælleikandi Aleksandar Lacok í málinum og Óla Mittún í álopinum, vunnu Føroyar 33-28, eftir hálvleiksstøðuna 17-12
Føroyar høvdu tak á Kekkia hósmorgunin. Við einum vælleikandi Aleksandar Lacok í málinum og Óla Mittún í álopinum, vunnu Føroyar 33-28, eftir hálvleiksstøðuna 17-12.
Tað vóru kekkar, sum byrjaðu dystin betri. Teir høvdu stórar spælarar og legði kekkiska spælið upp til skot útifrá. Hetta riggaði at byrja við, men so spakuliga byrjaði Sasha Lacok, í føroyska málinum, at pilka kekkisku skjúttarnar niður. Sasha stóð ein frálíkan fyrra hálvleik, har hann tók 44 prosent av skotunum.
Føroyar spældu við 7 móti 6 størsta partin av fyrra hálvleiki, og riggaði hetta fyri tað mesta væl. Skoringsprosentið hjá Føroyum lá tó heldur lægri í mun til undanfarnu dystirnar í kappingini og bæði langskot, vongskot og skot á strikuni vóru brend. Kekkia var omaná fyrstu 15 minuttirnar, men Føroyar komu á odda um miðjan hálvleik og øktu spakuliga um leiðsluna. Liðini fóru til hálvleiks við 17-12 til Føroyar.
Tað fullu nógvar útvísingar til bæði liðini í byrjanini av seinna hálvleiki. Hetta vóru Føroyar betri til at gera sær dælt av, og okkara øktu um leiðsluna upp í 7 mál. Føroyska verjan stóð samstundis væl saman við Sasha í málinum og dysturin tóktiskt í tryggum hondum. Leiðslan tódnaði tó niður í trý mál stutt fyri dystarlok.
Vælleikandi Óli Mittún var hvíldur seinnu helvt av seinna hálvleiki, men álopið koyrdi ikki rættiliga uttan hann, og tí mátti hann koma innaftur seinastu 5 minuttirnar. Sigurin kom tó ikki veruliga í vanda og Føroyar øktu aftur. Føroyar vunnu 33-28.
Eins og undanfarna dyst, var málverjin hjá Føroyum, Aleksandar “Sasha” Lacok, kosin besti føroyski leikari í dystinum. Sasha hevði væl fatur í langskjúttunum hjá Kekkia, og eitt bjargingarprosent uppá 36. Føroyar hava við hesum vunnið sítt miðumfar. Eftir hetta er krossdystur á skránni móti antin Sveis, Grikkalandi ella Italia.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 10 (2)
Høgni Heinason 4
Jákup Egholm 4
Óla Jákup Gaard Olsen 3
Trúgvi Hávardsson 2
Niklas Gaard 2
Rókur Ziskason 2
Rói Seyer Hjaltason 2
Tóki Fríðriksson 2
Ísak Vedelsbøl 1
Búi Poulsen 1
Málverjar:
Aleksandar Lacok 56 min., 13 bjargingar, 36%
Torstein Sivertsen 4 min., 1 bjarging, 50%
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2024
Royndi venjarin tekur við hjá mansliðnum eftir Nuno Farelo og heldur fram hjá fremsta kvinnuliðnum í Vestmanna. Bæði liðini skulu royna seg í European Cup
VÍF hevur ikki hugt út um Vestmanna, tá venjarar skuldu setast til fremstu liðini fyri kappingarárið 2024/2025. Ella; felagið hevur í øllum førum valt vestmenningar, ið kenna umstøðurnar væl.
Ingi Olsen hevur verið venjari hjá besta kvinnuliðnum tvey tey seinastu árini, og legendan í felagnum heldur fram í tí leiklutinum. Nú er eisini greitt, at Ingi Olsen tekur við sum mansvenjari.
Hann avloysir portugisan Nuno Farelo, sum hevur staðið á odda tvey tey seinastu árini. Í vetur vann liðið steypakappingina, í fjør kom VÍF víðari eina ferð í European Cup, men í hálvfinalunum í Burn-deildini kiksaði hjá favorittunum móti KÍF.
Nuno Farelo heldur ikki fram í Vestmanna. Hann vann grundspælið tvær ferðir, men tað rakk ikki til FM-gull (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Bjarti Hansen og Johnny Jensen vera hjálparvenjarar hjá Inga hjá ávíkavist monnum og kvinnum.
Menninir skulu nú royna eftir greipuni, meðan kvinnurnar helst vilja nærkast tindunum aftur. Bæði liðini skulu royna seg í evropeiskum hondbólti í oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2024
Geir Wardum hevur gjørt tvey-ára sáttmála við EB, har hann skal venja besta kvinnuliðið saman við Kristinni Guðmundsson. Íslendingurin heldur eisini fram sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum
EB hevur verið í fremstu kvinnudeildini seinastu árini, og gjørdi í 2023/2024 ein størri vørr enn áður.
Nú hevur felagið lagt afturat venjaratoyminum hjá SMS-liðnum. Talan er um ein mann við nógvum royndum, sum næstu tvey árini verður nógv at síggja á Eiði og á Oyrabakka.
Geir Wardum hevur í fleiri umførunum stjórna SMS-liðnum hjá Kyndli. Seinast var í 2023/2024 - síðsta kappingarárið - tá Kyndil vann greipuna. Í vikuni boðaði EB frá, at havnarmaðurin hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við felagið.
Geir Wardum saman við Sunnuvu Vesturdal, forkvinnu (Mynd: Eiðis Bóltfelag)
Har skal Geir taka sær av besta kvinnuliðnum saman við Kristinni Guðmundsson. Íslendingurin heldur fram: Hann hevur eisini skrivað undir tvey-ára sáttmála. Umframt at vera knýttur at SMS-kvinnum, er Kristinn høvuðsungdómsvenjari í felagnum.
EB hevur millum annað lagt systrarnar Sanja Pajic og Erna Pajic úr Bosnia-Hersegovina afturat hópinum til kappingarárið 2024/2025.
Pajic-systrarnar hava gjørt sáttmála fyri næsta kappingarár (Mynd: Eiðis Bóltfelag)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juli 2024
Lutkastið til fyrsta umfar í European Cup, sum verður spælt í oktober var týsdagin
Tað er summarferia í felagshondbólti, men nú nýggja kappingarárið spakuliga nærkast, verður gjørt til reiðar til evropeisku kappingarnar.
Í ár verða tvey føroysk feløg umboðað - hjá bæði monnum og kvinnum eru tað VÍF og H71. Greipuvinnararnir hjá kvinnum, Kyndil, eru millum tey, ið eisini høvdu møguleikan, men sum hava valt ikki at royna seg í ár.
Tað krevur nógv at kappast í Evropa, og seinastu árini hevur H71 lagt nógv fyri. Tað hevur eisini gingist væl hjá serliga kvinnunum summi ár, og aftur í ár fara H71-kvinnurnar at royna seg.
Hetta verður í fyrstu syftu móti AC Latsia úr kypriotiska høvuðsstaðnum Nicosia. Latsia hevur luttikið í triðsterkastu evropeisku kappingini fleiri ferðir seinastu árini, men hevur ikki vunnið nakran dyst. Í fjør tapti Latsia fyri maltesiskari mótsstøðu - her burdu verið fín útlit hjá H71, sum ikki hevur somu styrki sum áður, men sum í 2022 var í fjórðingsfinaluni í kappingini.
Kvinnurnar hjá VÍF hava ikki luttikið áður, men nú skulu tær royna seg. Hetta verður móti Jomi Salerno, sum er eitt av fremstu liðunum í Italia. Liðið er nakað sterkari enn tað, sum H71 skal spæla ímóti: Í fjør kom Salerno trygt víðari móti maltesiskari mótsstøðu í European Cup, men tapti síðani móti Gran Canaria.
VÍF skal spæla móti Jomi Salerno úr Italia (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er ógreitt, um tað verður ein útidystur og ein heimadystur. Meira sannlíkt er, at liðini avtala at spæla báðar dystirnar í einum landi yvir eitt vikuskifti.
Dystirnir verða spældir í oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2024
SSV Brixen úr Italia vann á VÍF í kappingini í fjør, og skal nú spæla móti H71. Vestmenningar trektu steypavinnaran úr Eysturríki við heldur serstakari søgu
Tey bæði føroysku mansliðini í European Cup koma inn í kappingina í 2. umfari. Á lutakastinum týsdagin varð greitt, at VÍF skal spæla móti eysturríksku steypavinnarunum Hanball West Wien, meðan H71 skal royna seg móti gomlum kenningi hjá júst VÍF, SSV Brixen Handball.
SSV Brixen og VÍF spældu tveir tættar og undirhaldandi dystir í Vestmanna í 3. umfari í kappingini í fjør (35-37 og 37-38) Brixen var harvið omaná við trimum málum samanlagt, men tapti greitt móti finalistunum, Olympiakos, í næsta umfari.
Brixen tapti italsku finalurøðina, men má metast at vera ein favorittur móti ungu føroyameistarunum, ið eisini hava mist nakrar profilar. Í fjør gekk ikki hjá H71 í Evropa, men menninir úr Hoyvík hava áður gjørt bart.
Hoyvíkingar vunnu føroysku finalurøðina á VÍF og fáa italska avbjóðing í oktober (Mynd: Sverri Egholm)
VÍF kom víðari eina ferð í fjør. Hesaferð er lið úr Eysturríki á skránni. West Wien hevur heldur margháttiliga gongd seinastu árini: Meistari í 2023, steypavinnari í 2024...og uppflytari í 2024.
Felagið úr høvuðsstaðnum misti sína yrkisstøðu og millum annað landsliðsspælsarar sum Constantin Möstl og Markus Mahr av fíggjarligum og praktiskum ávum (mistu heimavøllin), og fór niður í næstbestu deildina eftir meistaraheitið í 2023.
Liðið var tó nóg gott at vinna steypkappingina og trygt koma uppaftur í bestu deildini.
Eysturríkskur hondbóltur er á góðum støði, og West Wien kom í 1990'unum langt í Champions League. Um nakrar mánaðir er VÍF á skránni.
Dystirnir verða spældir í oktober. Sum útgangspunkt hava liðini hvør sín heimadyst, men ofta avráða lið tíðliga í hesi kappingini at spæla báðar dystirnar í øðrum landinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2024
Føroyameistararnir úr Klaksvík skulu spæla móti VC Reshetylivka í oktober - seinni dysturin verður spældur í Klaksvík
Aftur í ár eru Mjølnir-menninir við í CEV-Challenge cup. Hesaferð skal Mjølnir spæla ímóti einum liði úr Ukraina í oktobur.
Í fjør luttók Mjølnir í hesari kappingini fyri fyrstu ferð. Fyrsti dysturin var í Badmintonhøllini í Klaksvík, og í fyrsta settinum tók Mjølnir øll á bóli og hølvaði niðurlendska mótstøðuliðið av. Dysturin endaði tó 3-1 til niðurlendingarnar, sum fótaðu sær aftur.
Mjølnir skal í ár spæla ímóti VC Reshetylivka úr Ukraina. Hetta er greitt eftir lutakastið týsdagin.
Fyrsti dysturin hjá Mjølnir verður á útivølli í døgunum 8. til 10 oktobur. Returdysturin verður 15. til 17. oktober í Badmintonhøllini í Klaksvík. Enn er ikki greitt nær útidysturin skal skal leikast, tí hann verður ikki leiktur í Ukraina.
Føroysk lið hava møguleika fyri at luttaka í CEV-Champions League og í CEV-Challenge Cup. Mett verður, at mótstøðan enn er ov sterk við luttøku í Champions League, og tí hava liðini gjørt av at luttaka í Challenge Cup.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2024
Kvinnurnar hava aðalroynd móti Friso SNEEK úr Niðurlondum í oktober
Lutakastið til fyrsta umfar í evropisku flogbólts-kappingunum fyri lið var týsdagin, og her gjørdist greitt, at kvinnurnar hjá Fleyr skulu til Niðurlond í oktober.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juli 2024
Tað er enn ein elalítil teoretiskur møguleiki fyri, at Norðingur kann taka FM-heitið frá Klaksvíkingi á ólavsøku
Tað kom heldur óvæntað, at Norðingur skuldi vinna róðurin við 10-mannaførum á vestanstevnu í Sandavági um vikuskiftið.
Norðingur úr Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag hevur annars ikki klára seg so væl í seinastu róðrunum móti kappingarneytunum Klaksvíkingi og Nólsoyar Pálli úr Klaksvíkar Róðrarfelag.
Eftir at Norðingur gjørdist nummar tvey á sundalagsstevnu og jóansøku, gjørdist hann nummar trý á fjarðastevnunog eystanstevnu – í báðum førum um fimm sekund eftir Klaksvíking.
Norðingur lá fremstur so at siga allan vegin á mál (Mynd: Jens Kr. Vang)
Men í Sandavági sá heilt øðrvísi út. Eftir ein start, har allir tríggir bátarnir lógu javnir eina løgu, legði Norðingur seg fram um teir báðar klaksvíksbátarnar, og har varð hann liggjandi heilt á mál.
Ein óvæntaður sigur á Klaksvíkingi, sum annars hevur verið rættiliga suverenur í øllum róðrunum í ár.
Róðurin endaði við, at Norðingur kom á mál eitt gott sekund framman fyri Klaksvíking og næstan knøpp tvey sekund framman fyri Nólsoyar Páll.
Klaksvíkingur skal bara á mál
FM-støðan, nú bert ólavsøkurókurin er eftir, er tann, at tað skal vilja heilt illa við, um Klaksvíkingur ikki skal gerast føroyameistari.
Ja, tað skal vilja so illa til, at Klaksvíkingur ikki skal koma á mál. Hendir tað – og tað er ikki heilt óhugsandi, við tað, at Klaksvíkingur hevur tvey gul kort – samstundis sum Norðingur vinnur, so enda báðir bátarnir á 41 stigum.
Og tá tað stendur á jøvnum, er tað báturin, ið er bestur á ólavsøku, sum gerst føroyameistari.
Í løtuni er FM-støðan tann, at Klaksvíkingur hevur 41 stig, Norðingur 34 og Nólsoyar Páll 33 stig.
Jarnbardur føroyameistari
Í størstu bátastøddini hjá kvinnum, 6-‘kvinnu’førum, er ongin spenningur.
Jarnbardur hevur vunnið allar seks róðrarnar higartil, og hevur 42 stig í FM-stríðnum, og kann ikki takast av nærmastu kappingarneytum, Hósvíkingi og Páll Fanga, sum hava ávikavist 33 og 30 FM-stig.
Jarnbardur vann enn ein tryggan sigur og er nú føroyameistari (Mynd: Jens Kr. Vang)
Í Sandavági var Jarnbardur enn einaferð suverenur og vann við 10,25 sekundum framman fyri Víkingi og 11,3 sekundum framman fyri Hósvíkingi.
Fleiri FM-sigrar vórðu staðfestir á vestanstevnu, hóast ólavsøkuróðurin er eftir. Bátarnir, ið longu hava tryggjað sær FM eru:
Fípan Fagra (Klaksvíkar Róðrarfelag) 5-mannafør dreingir 14-16 ár
Kjósin (Kollafjarðar Ítróttafelag) 5-mannafør gentur 17-18 ár
Tórsbáturin (Havnar Róðrarfelag) 8-mannafør
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juli 2024
Hann svam seg til úrslitið 16:14.08 í 1500 metra frísvimjing
Leygardagin megnaði Líggjas Joensen at vinna gull og junior-gull á donsku meistarastevnuni á langgeil 2024, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 16:14.08.
Líggjas hevur luttikið í donsku meistarastevnuni sum partur av Aalborg Svømmeklub, skrivar svimjing.com.
Skjótasta tið hjá Líggjasi nakrantíð, er 16:13.58 frá norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung nú fyrst í juli mánaða.
Í kappingini leygardagin svam italski Marco Lafronza allarskjótast, 15:53.28, sum gestasvimjari, ið tí ikki kundi kappast um DM-gull, har reglurnar hjá dønum loyva grønlendingum og føroyingum, at luttaka eisini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juli 2024
Á IIGA aðalfundi í Orknoyggjunum farna vikuskiftið var endaliga staðfest, at Føroyar verða vertur fyri Oyggjaleikum 2027, og í hesum sambandi hava Føroyar greitt hinum oyggjunum frá, hvussu leikirnir eftir ætlan skulu skipast
13. juli 1989 endaðu Oyggjaleikir í Føroyum, og 35 ár seinni tann 13. juli 2024 bleiv tað endaliga og formliga staðfest, at Føroyar hýsa Oyggjaleikum í 2027. Tað hendi á aðalfundi hjá IIGA, sum í ár var hildin í Orknoyggjunum, sum eru vertir næsta ár. Føroyar hava vitað av hesum í eina tíð, men nú er tað endaliga staðfest.
- Nú hava vit endaliga fingið leikirnar í 2027, og vit gleða okkum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya, sum eisini leggur dent á, at uttan stuðulin í Føroyum bæði politiskt, kommunalt og millum allar føroyingar, so bar hetta ikki til.
Stutt fyri jól í fjør vendi altjóða oyggjaleikanevndin, IIGA, sær til Ítróttasamband Føroya við fyrispurningi um, Føroyar kunnu hýsa leikunum í 2027 heldur enn í 2031, sum annars ætlað. Fyrispurningurin varð alt fyri eitt játtaður, men endaliga staðfestingin hevur manglað. Hon kom nú, tá ið umboð fyri limaoyggjarnar á aðalfundinum atkvøddu fyri Føroyum sum vertur í 2027.
Føroyar skuldu eftir ætlan upprunaliga hýsa leikunum í 2031, og Ynys Môn skuldi vera vertur í 2027. Av ymsum orsøkum tók Ynys Môn seg aftur, og tá fingu Føroyar í boði at taka leikirnar 2027 á seg. Føroyar lógu ikki á boðunum, og í juli mánaði um trý ár fer størsta ítróttatiltak í Føroyum higartil í gongd.
Seinast Føroyar vóru vertir fyri Oyggjaleikunum var í 1989, og nú næstan 40 ár seinni, hendir tað aftur. Vit vænta 2.500 til 3.000 ítróttafólk úr 24 ymsum oyggjum til Føroya at kappast í 14 ymsum ítróttagreinum.
Oyggjaleikir 2027 í Føroyum verða hildnir í døgunum 3. til 9. juli 2027.
Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, og Andrew Inkster, formaður í IIGA (Mynd: Bob Kerr)
Nýggjur formaður og Isle of Man í 2029
Umframt at staðfesta Føroyar sum vert í 2027, atkvøddi aðalfundurin eisini fyri, at virkandi formaðurin í IIGA, Andrew Inkster úr Hetlandi verður formaður í IIGA, eftir at formaðurin seinastu árini Jørgen Petterson úr Álandi legði frá sær í apríl.
Og aðalfundurin samtykti eisini, at Isle of Man skal hýsa Oyggjaleikum í 2029.
Sostatt er greitt, hvar leikirnir eru næstu tríggjar ferðirnar. Í Orknoyggjum næsta ár, í Føroyum í 2027 og í Isle of Man í 2029.
- Vit stórfegnast um, at leikirnir eru fastlagdir til og við 2029, eins og áhugin tykist vera stórur millum aðrar oyggjar at hýsa leikunum í framtíðini, sigur Andrew Inkster, formaður í IIGA.
21 oyggjar vóru á aðalfundinum í Orknoyggjunum, tær tríggjar oyggjarnar, sum ikki vóru umboðaðar eru Alderney, St. Helena og Caymanoyggjarnar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juli 2024
-
Í september 2019 gjørdist hon ’Ársins borgari’ í Vestmanna. Heiðurin fekk hon m.a. tí, at hon tá hevði sitið 40 ár við urguna í Vestmanna kirkju, og tí at hon í 43 ár – uttan slit – hevði stjórnað einum kóri. Í hesum sama tíðarskeiði hevði hon eisini stovnsett eitt annað kór, sum enn er í bygdini.
Í heili 47 ár hevur Erla tikið sær av Kirkjukórinum, sum hevur havt nógvar konsertir í Vestmanna, men eisini aðrastaðni kring landið og uttanlands. Stutt er at siga um heiðurin ’Ársins borgari’, at hann hevur hon so søtliga uppiborið.
Í desember 2020 fekk hon fortjenstmedalju frá Margrethu drotning. Tá vóru liðin heili 41 ár, síðan hon tók við tænastuni sum urguleikari í Vestmanna kirkju.
Ikki bara kirkjan hevur notið gott av Erlu’sa góðgerðum. Hon hevur síðan hon kom til Vestmanna verið aktiv í Vestmanna Ítróttarfelag. Tey smáu hevur hon – saman við øðrum góðum fólki – vant í áravís. Uttan at fara ov langt, so eiga Erla og hennara hjálparfólk helst flest heiðursmerkir í VÍF.
Erla Olsen er fødd 17. juli 1944 í Sandavági. Hon hevur búð í Vestmanna, síðan hon var 19 ára gomul, her hon giftist við Julian Olsen. Julian andaðist í apríl í 2020. Tey eiga børnini Andreu, Inga, Finn Jørgen, Áka og Eivind. Mong eru barnabørnini og langommubørnini. Fleiri av barnabørnunum eri eins kend í hondbólti, sum fleiri av børnunum.
Tað man neyvan vera nakar hondbóltsáhugaður í Føroyum, sum ikki kennir hondbóltsfamiljuna Olsen í Vestmanna. Bæði Julian og Erla vóru eisini góðir hondbóltsleikarar.
Erla kom úr einum rættuliga musikalskum heimi. Pápin var organistur í Sandavágs kirkju. Í heiminum høvdu tey eitt stovuorgul í aðrari stovuni og eitt klaver í hinari. Sum um tað ikki var nóg mikið, so átti Erla sjálv eitt lítið orgul, sum hon hevði á kamarinum á loftinum.
Erla var ágrýtin sum ung. Tá ið hon á ungum árum fór til Havnar, fór hon beinanvegin í læru hjá teirri kendu Miu Waagstein og gekk har í eitt ár. Eftir tað fór hon at ganga til undirvísing í fleiri ár hjá Jóannesi Nolsøe. Seinni fór hon niður, har hon spældi í Sankt Bendts kirke í Ringsted.
Hvønn leiklut í sínum lívið Erla Olsen sjálv hevði vilja tosað mest um, tað veit eg ikki, men hon hevur verið drúgvt tíðarskeiði allastaðni, har hon hevur verið. Tað er í Vestmanna kirkju hennara drúgvasta tíðarskeið sum urguleikari hevur verið. Líka síðan 1979 hevur hon sitið við urguna, okkurt tørnið í Kvívíkar kirkju eisini. Trúføst!
Eg kom veruliga at kenna Erlu í 2001. Eftir eina venjing hjá Vestmanna kirkjukórið, har konan sang við, hittust vit tilvildarligt í Vestmanna kirkju. Vit bæði Erla komu í prát, og skjótt varð mær greitt, at Erla var stolt av kórinum og leingi hevði gingið við tankanum um at fara út at ferðast við kórinum.
Hon ætlaði ikki bara at ferðast í Føroyum, nei, longri enn tað. Hon segði: hvat við Finnlandi, hvat við Álandi, hvussu við Íslandi ella Danmark. Tankarnir vóru nógvir. Nakrar dagar seinni kallaði hon nøkur fólk saman, eg var ein, sum skuldu standa fyri og síggja til, at ferðin ella ferðirnar blivu til veruleika. Tann søgan er sera long.
Longu í 2003 fór stórur hópur á flog – kórið, makar og børn. Ferðin gekk til vinarbýin hjá Vestmanna kommunu, Ólafsvík, sum liggur í Vestfirðum í Íslandi. Um hetta mundið vóru føroyskir dagar í Ólafsvík. Hetta var ein minniligur túrur, sum kórlimirnir enn tosa um.
Eftirsíðan hevur kórið verið fleiri konsertferðir – í Kópavogi, Reykjavík, Álandi og Danmark. Millum uttanlandsferðirnar hevur kórið verið á ferð í Føroyum – í Klaksvík, Sandavági, Skálavík, Vági og Hoyvík.
Erla er við sínum lætta lyndi ein eminentur figurur at hava í hópinum. Hóast hon hevði nógv at hugsa um til næsta dagin, tá ið konsertir skuldu haldast, ja, so var hon altíð klár við tí skemtiliga.
Ikki altíð við orðum, men eisni við mimikki, og mín sann um hon ikki onkuntíð hevði latið seg í onkur skemtilig klæðir - og ein stuttligan ”damuhatt”, so hon minti mest um Margrethu drotning. Hóast vit fóru av landinum, so hevði hon “sníkt” ymisk klæðir í kuffertið, so vit onnur eisini skuldu síggja stuttlig út.
Hóast hugnaligar løtur við nógvum skemti, so gloymdi hon ongantíð, hvat hon var farin til. At syngja. Kórlimirnir høvdu standandi ordrar um, at venjing var ávísar tíðir á degnum - tí disiplininum slepti hon ongantíð.
Í kommunalum høpi hevur hon ofta traðkað til, tá ið veitslur skuldu haldast. Hon var altíð klár, tá ið hon varð biðin. Hvør minnist ikki stóru løturnar við stúgvandi fullari høll, har hon fekk tilkomnar menn at ganga í damuklæðum - ja, nógv er at minnast aftur á.
Tað munnu vera fá hús í Vestmanna, sum ikki - so ella so - hava havt samband við virksemi, sum Erla hevur finginst við. Antin í samband við VÍF, Vestmanna Kirkjukór ella sum organistur. Ein fongur fyri bygdina.
Myndin er frá degnum tá Erla fekk heiðursmerki frá Margrethu drotning - Dronningens fortjenstmedalje i sølv - fyri trúfasta tænastu við kirkjuna í Vestmanna
Góða Erla, hjartaliga til lukku við degnum, og alt tað besta frameftir.
Ein vinur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juli 2024
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald