Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 10. august 2024 | Nr. 32 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Jørgin stórliga fagnaður á Vágsbøi

SíÐa 2

1 Leygardagur 10. august 2024

Góðan lesihug og góðan Summar Festival

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Hvussu lætt er tað at hertaka Føroyar?

Í farnu vitjan hevði eitt fótbóltsfelag í Havn vitjan av einum fótbóltsfelagi úr Kroatia. Úr næststørsta býnum í landinum, Split.

Besta fótbóltsliðið í býnum eitur HNK Hajduk. Umframt at vera eitt gott fótbóltslið, so er Hajduk eisini kent fyri at hava ein óvanliga stóran fjepparaskara. Ikki bert í Split og Kroatia annars, men eisini uttan fyri landamørkini.

Fjepparafelagið, kallað Torcida, er eitt av heimsins elstu skipaðu fjepparafeløgum. Yvir hundraðtúsund limir eru í fjepparafelagnum, sigst. Og hetta felagið verður tikið í álvara, í dag eiga fjepparnir ein stóran part av fótbóltsfelagnum sjálvum.

Góður stuðul frá áskoðaraplássunum er gull vert fyri eitthvørt fótbóltsfelag.

Men tað eru eisini fótbóltsfeløg, sum hava upplivað, at hugurin at stuðla einum liði tekur yvirhond, og flytir seg yvir í galskap og harðskap.

Sum skilst er tað eisini galdandi fyri eitt minni tal av fjepparum hjá Hajduk Split.

Vit upplivdu tað í farnu viku. Onkrastaðni millum 300 og 400 viðhaldsfólk vóru komin fyri at stuðla liði sínum móti HB í evropeiskum dysti. Nakrir av hesum fjepparum vóru ikki einans komnir fyri at stuðla liði sínum. Teir vóru komin fyri meira enn tað. Onkur hevur illgruna um, at tað snúði seg um okkurt slag av víðgongdum høgraráki, men helst var tað ikki annað enn bara fólk – menn – sum vóru úti uppá balladu.

Tað er ikki ókent í Evropa, at uppi í fjepparaskaranum hjá Hajduk Split eru menn, sum bert eru úti eftir at provokera har teir koma. Menn, sum so at siga ikki hava virðing fyri fólkaskikki og so slett ikki fyri lóggávuvaldi og løgreglu.

Men tað tyktist sum um føroyska valdið, løgregla og helst eisini tollvald, ikki vóru fyrireikað upp á hetta.

Tað var í hvussu so er sjón fyri søgn, at hesi fólk høvdu ríkiligt av ólógligum rúsandi evnum við sær, og eisini ólógligum fýrverki at brenna av inni á leikvøllinum.

Í eftirtíðini hava hesir myndugleika dúliga ypt øksl. Ongin hevur tikið ábyrgdina av:

  • at romaraljós í hópatali og annað fýrverk kom til Føroya
  • at kokain, hash og annað rúsevni ikki bleiv uppdagað
  • at hooligans, sum eru bannaðir til dystirnar hjá liðinum heima í Kroatia, kundu koma til Føroyar uttan at nakar her hevði ánilsi av tí
  • at løgreglan ikki var før fyri at hava tamarhald á hesum ófriðarliga og hóttandi skara.

Tað er undarligt, at ein rættiiliga avmarkaður skari av ‘svørtklæddum, skallutum monnum við einum ávísum gongulagi’ nærmast kundi seta eitt heilt land í undantaksstøðu.

Vit seta okkum spurningin: Hvussu lætt er tað ikki at hertaka Føroyar? Her er ongin verja, løgreglan er ikki betri mannað, enn at hon kann taka sær av tí lutfalsliga lítla kriminaliteti, sum fer fram í hesum landi.

Kroatiska vitjanin í farnu viku hevur í hvussu so er lært okkum, at vit skulu vera betri fyrireikað til eina slíka vitjan eina aðru ferð. Um neyðugt, so má danska løgreglan senda neyðugan stuðul – tað er jú teirra ábyrgd.

Og tey, ið veita okkum og útlendskum gestum, tænastur og undirhald í býnum um kvøldarnar, skulu eisini onkursvegna hjálpast, so at tey ikki verða tvingað til at steingja, og harvið missa væl av umsetningi.

Hetta kann gerast betur.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 4872

    Lisnar síður: 11966

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 10. august 2024

Jørgin stórliga fagnaður á Vágsbøi

Til 20 ára føðingardagsveitslu saman við aldrandi rokkarum úr Klaksvík og einum framúr føroyskum party-orkestri

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fyrsta kvøldið á Summar Festivalinum í Klaksvík hóskvøldið var ein føðingardagsveitsla av teimum betru. Í ár eru 20 ár liðin síðan stóri festivalurin “har hittini hittast” varð hildin á fyrsta sinni.

Og hetta varð feiðrað við eini jubileumskonsert á stóra pallinum, har tað var Jørgen Dahl, oddamaðurin í legendariska klaksvíksbólkinum Straight Ahead, ið var høvuðsattraksjónin.

Og Jørgen varð fagnaður á Vágsbøi, tá tað endiliga var hansara túrur. Og hansara framførsla av nýggja lagi hansara, “Watch Me I’m Free”, var veruliga eitt upplivilsi. Flottu videomyndirnar vóru at síggja á stóra bakteppinum, og Jørgen kom óvanliga væl frá sangframførsluni eisini.

[object Object]

Ikki bara Jørgen Dahl var fagnaður á pallinum eftir hesa løtuna, tað vóru eisini hinir limirnir í bólkinum, Archibald Black, Heri Ellingsgaard, Agnar Joensen og Edward Ziska. Kortini kendist tað løgið og tómt, at teir bara soleiðis vórðu róptir inn á pallin eina løtu, fyri síðan at verða koyrdir út aftur. Við undantaki av Archie Black, sum spældi ein góðan bass undir Straight Ahead løgunum, eins og guittarleikarin í Hjarnum, Graham Stewart, eisini fekk møguleika at vísa síni kynstur.

Karl Martin Samuelsen, sangari í Hjarnum, fekk eisini sínar løtur á pallinum – hevði eisini hug at stjala uppmerksemið frá Jørgen Dahl, men tað er vistnokk onki óvanligt í tí.

[object Object]

Vælspælandi party-orkestur

Nú mugu vit ikki gloyma orkestrið, sum var undir kønari leiðslu av trummusláaranum, Henning Hjalt Nicodemussen. Óvanliga væl samanspælt við Kristoffur Mørkøre á bassi, Magna Husgaard á tangentum og Paula Reinert Poulsen á guittara.

Og ikki at gloyma tær báðar fantastisku sangarinnurnar, Malan Eyðunsdóttir og Leila Carlsen.

[object Object]

Eitt ótrúliga vælspælandi party-orkestri á rættiliga høgum støði. Tað var eyðsæð, at tey høvdu fyrireikað seg væl til framførsluna. Og ljós og myndaframleiðslan á pallskíggjunum var framúr. Ein frægd at uppliva. Einasta lýtið var kanska, at vit, ið stóðu rættiliga aftarlaga á Vágsbøi ikki høvdu so gott ljóð. Til at fáa tess, er helst neyðugt at troðka seg longur oman móti pallinum.

Matti Matt var stóra stjørnan

Stóra stjørnan hetta kvøldið var tó íslendski dundurfréturin, Matthías Matthíasson – kallaður Matti Matt – ein tribute sangari á alheimsstøði, sum á ótrúligan hátt megnaði at framføra hvat tað skuldi vera, tá hittini, sum hava verið at hoyra á Vágsbøi skuldu framførast.

[object Object]

Um tað var Europe, TwistedSisters, Lukas Graham, Toto, Mika ella Scorpions. Matti kláraði alt.

Og tað kláraðu Leila og Malan sanniliga eisini. Roxette, Zara Larsson, Kim Wilde,. Ótrúlig talent.

Skitið, hjartaligt og nærverandi

Aðrir sangarar, sum fingu høvi til at framføra til føðingardagskonsertina vóru Lena Anderssen, John Watchorn, Guðrið Hansen og Ingi Poulsen. Undarligt, at Ingi Poulsen skuldi fáa lov at framføra øll síni hitt tá hini einans fingu ein ella tveir sangir. Í hesum høvdinum er tað ikki júst sangirnir hjá Inga Poulsen, sum eyðkenna tað, sum er hent á stóra palli á Vágsbøi hesi seinastu árini.

Ein annar, sum var at síggja á stóra pallinum var Benjamin Petersen, sum fekk heiðurin at spæla mandolin saman við írska fólkasangaranum Paul Watchorn, ið sang tveir kendar írskar sing-along-sangir, Molly Malone og Whisky in the Jar.

[object Object]

Frammanundan hevði ótrúliga dugnaligi Benjamin, sum á palli kallar seg Son of Fortune, byrjað tónleikin í tjaldinum uppi við fótbóltsvøllin. Skitið, men kortini hjartaligt og nærverandi. Benjamin er eitt listafólk av dimensjónum, sum alt ov fáir føroyingar enn hava fingið eygu og oyru upp fyri.

Sera dugnaliga Maria á Heygum byrjaði tað heila saman við pápa sínum, Ronnie Nielsen, við fittligum sangum á Torginum. Fantastiskar røddir - spell at tey ikki vóru betur fyrireikað til framførsluna.

Byrja aftur klokkan 19 í kvøld

Seinastu framførðslurnar á Summarfestivalinum í gjárkvøldið, Danny Baldursson, Kim Hansen og Faustix hoyrdu vit ikki. Heldur ikki Finn Koba, sum sang á Torginum undan føðingardagskonsertini.

Summarfestivalurin heldur fram í dag, byrjandi við Kára Fossdalsá í Tjaldinum klokkan 19, og síðani ein perlurøð av føroyskum nøvnum: 21KNM, Gudny & Co., Dania Tausen, Tintanest, Herborg Torkilsdóttir, Dynamitt, Adrenalin og at enda RSP, sum ikki koma á pallin á Vágsbøi fyri klokkan 3 í nátt.

Ófatiligt at festivalurin sleppur og tímir at halda á so langt út á náttina. Undarligt eisini, at tónleikurin ikki byrjar fyrr enn klokkan 19, tá Klaksvíkin er full av gestum í húsvognum, bátum, tjøldum og á bóli, sum hava tikið sær frí fyri at uppliva festivalin hetta vikuskiftið.

Høvuðsnavnið í kvøld er bretska poppstjørnan Olly Murs, sum trínir á stóra pallin klokkan 22.

Myndir: Jens Kr. Vang

Síggj allar myndirnar frá hósdegnum her 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2024

3 Leygardagur 10. august 2024

Fólkafloksformaðurin giftur

Nú er ungi formaðurin í Fólkaflokkinum giftur

Vakra brúðarparið Beinir og Helena (Mynd: Fólkaflokkurin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Formaðurin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, og nú kona hansara, Helena Vang, gingu farna leygardag í hjúnalag.

Vígslan var í Ebenezer í Havn og móttøka var aftaná. Brúdleypið verður hildið í Varpinum í Klaksvík fyri innbodnum.

[object Object](Mynd: Fólkaflokkurin)

27 ára gamli Beinir Johannesen varð valdur í løgtingið á fyrsta sinni við 998 persónligum atkvøðum í 2019. Stutt undan løgtingsvalinum í 2022 bleiv hann formaður í Fólkaflokkinum, og varð á valinum seinast valdur við 1.688 atkvøðum.

Beinir Johannesen er abbasonur Vilhelm Johannsen, og pápabeiggja hansara er Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2024

4 Leygardagur 10. august 2024

Óvist hvaðani neyðblussini komu

Løgreglan hevur onga fráboðan fingið um stuldur av neyðblussum í nøkrum báti. Óvist er, hvaðani kroatarnir hava fingið tey

(Mynd: Tórir Photo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er óvist, hvar øll neyðblussini, sum kroatisku fótbótlsfjepparanir á Tórsvølli í síðstu viku brúktu, komu frá.

Hildið varð, at teir høvdu verið umborð á bátum í Vágsbotni og tikið tey, men løgreglan hevur onga fráboðan fingið um stuldur av neyðblussum.

Flestu fjepparar komu helst við flogfari, og har ber ikki til at hava slíkt í viðførinum, men nakrir komu við Norrønu, og teir kunnu hava havt neyðbluss við. Tað eru bara gitingar, men greitt er, at eingin veit.

HB og kroatiska Hajduk Split spældu javnt 0-0 á Tórsvølli.

Ein politistur varð sligin í nakkan á Tórsvølli hóskvøldið. Tað málið verður framvegis kannað, men gerningsmaðurin er ikki funnin, sigur løgreglan.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2024

5

Størv

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Tangabilførari til Effo

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Kundaráðgevi til Betri Pensjón

Meira Umsóknarfreist: 05. januar 2025

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Programmsamskipari til Landssjúkrahúsið

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024
6 Leygardagur 10. august 2024

Mira og Gilli eru sera spent, tí skjótt byrja tey í 1. flokki

Ansið væl eftir teimum í ferðsluni – og øllum hinum, sum eisini fara í skúla fyri fyrstu ferð

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um at minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur.

Tann 14. august byrjar skúlaárið. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri Miru og Gilla – og umleið 760 onnur børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.

Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin.

Kommunur heingja plakatir upp
Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um átakið. Við skúlar verða skelti hongd upp, við áheitan um at vísa ansni og hesaferð eru 13 kommunur við í átakinum. Tað er eitt vet lægri enn undanfarin ár, men vit eru sera takksom fyri samstarvið, tí hetta ger at boðskapurin verður sjónligur, júst har tað er neyðugt. Við skúlar, og har skúlabørnini ferðast.

Tilfar til foreldur
Skelti eru tó ikki nóg mikið. Tí leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum.

Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt.

Allir næmingar í 1. flokki fáa ein súkkluhjálm og kunning og góð ráð til trygga atferð í ferðsluni. Eisini eru góð ráð og venjingar at finna á www.rff.fo. Í heyst fáa tey yngstu eisini endurskinsvest. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2024

7 Leygardagur 10. august 2024

Vil hava greiði á nýtslu av orkudrykkum

Steffan Klein Poulsen hevur sett landsstýriskvinnuni við heilsumálum skrivligan fyrispurning um orkudrykkir til børn og ung

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, vil hava greiði á nýtsluni av orkudrykkum hjá børnum og ungum.

Hann hevur sett landsstýriskvinnuni við heilsumálum, Margit Stórá, grein 52 fyrispurning um málið.

Tingmaðurin vil vita, um landsstýriskvinnan metir tað vera skilagott, at børn og ung drekka orkudrykkir, og um hon ætlar at gera nakað fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum.

Eisini spyr hann, hvat landsstýriskvinnan heldur um at seta forboð fyri børn og ungum ávikavist undir 18 og undir 16 ár.

[object Object]Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Nøkur av hjáárinunum av at drekka ov nógvar orkudrykkir eru høvuðpína, magapína, hjartabankan, ringur svøvnur, ekki og stress. Orsøkin er stóra innihaldið av koffein í orkudrykkjunum samanborið við vanliga sodavatn. Kroppurin hjá einum barni er væl minni enn hjá einum vaksnum og tolir tí ikki líka stórar mongdir av koffein, sigur Steffan Klein Poulsen í viðmerkingunum.

Poland, Estland, Rumenia, Litava og Lettland eru nøkur lond, sum hava bannað orkudrykkjum til børn undir 18 ár. Í mai mánaði í ár viðtók Noreg, at børn undir 16 ár ikki skulu kunna keypa orkudrykkir.

Margit Stórá, landsstýriskvinna, skal svara fyrispurninginum í seinasta lagi 14. august.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2024

8 Leygardagur 10. august 2024

Nýtt spælistað í Havn

Bryggjaríið OY skipar fyri konsertum hvørt fríggjakvøld – Elinborg leggur fyri komandi fríggjakvøld

Elinborg verður fyrsta navnið á nýggja pallinum hjá OY komandi fríggjakvøld (Savnsmynd: Filippo de Dionigi / G! Festival)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Havnin hevur fingið eitt nýtt spælistað. Tað er bryggjaríið OY á Hálsi í Havn, sum í dag hevur kunngjørt eina umfatandi skrá fyri konsertirnar, sum verða hildnar í bryggjaríinum/barrini hetta til miðskeiðis í oktober.

Ætlanin er, at skipa fyri konsert hvørt fríggjakvøld klokkan 21 í vetrarhálvuni, og onkuntíð eisini onnur kvøld.

Ein pallur er gjørdur, sum verður settur móti einum teppi móti glasvegginum út móti vegnum, har inngongdin er. Hartil er nýtt ljóð- og ljósanlegg sett upp. Tað greiddi Mikael Blak frá í útvarpinum í gjár. Mikael er samskipari av tónleikinum – bookari – í OY.

Fyrsta konsert verður komandi fríggjakvøld við Elinborg. Í fyrstuni verða fleiri av konsertunum ókeypis.

Hini nøvnini, sum fyribils eru komin á skránna hjá OY eru:

17. august: 200 + Joe & the Shitboys
23. august: Guðrið Hansdóttir
30. august: Son of Fortune
06. september: Uni Debess Trio
13. september: Marius DC
20. september: Konsørn
21. september: ABBA Tribute
27. september: Jazzygold
28. september: Okdoberfest
04. oktober: Døgg Nónsgjógv
05. oktober: Aggrasoppar + Viðarr
11. oktober: Sakaris
12. oktober: Exit Light
18. oktober: Marianna Winther
19. oktober: Hamradun 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2024

9 Leygardagur 10. august 2024

Café Retro á Sandi latin upp

Nýggja kaffistovan heima á Sandi læt upp farna vikuskiftið

Hjúnini Barbara Tindskarð Jacobsen og Dávur Jacobsen (Mynd: Sands kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hjúnini Barbara Tindskarð Jacobsen og Dávur Jacobsen lótu leygardagin nýggju kaffistovuna heima á Sandi, Café Retro, upp.

Áður hevur matstova ella cafeteria verið í hølunum á Heimasandsvegi 44, men nú eru hølini riggað til cafévirksemi.

Nógv fólk leita sær í oynna, nú Sandoyartunnilin er latin upp, og sum skilst hevur tørvur verið á einari café í oynni afturat Caféini á Mølini í Skálavík.

[object Object](Skíggjamynd: Dagur og vika / KVF)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2024

10 Leygardagur 10. august 2024

Dávið Michelsen settur sum kommunulækni í Gundadali

Byrjar í viðtalu 4 í Gundadali 1. september

Dávið Michelsen, nr. 2 frá vinstru, avmyndaður tá hann fekk góðkenning í almennum medisini í 2022
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Heilsutrygd hevur sett Dávið Michelsen í starv sum kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi.

Dávið Michelsen nam sær embætisprógv í læknafrøði í januar 2013, og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í mai 2022.

Dávið Michelsen tekur við starvinum í Viðtalu 4 í Gundadali 1. september.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2024

11 Leygardagur 10. august 2024

Faroe Origin stevnt í Gerðarrættin

Maskinmeistarafelagið hevur kært reiðaríið Faroe Origin í Runavík í Fasta Gerðarrætt, eftir at felagið dastið av tí, sum farið er av árinum, hevur stríðst við at kanna avrokningar hjá teimum fýra trolarunum Heyki, Falki, Baki og Stelki

- Tað er ógvuliga ørkymlandi, at vit, samstundis sum vit hava úr at gera við sáttmálasamráðingum, skulu brúka so nógva orku uppá mál, ið eftir okkara tykki eru so sólarklár, um sáttmálin skal vera eftirfarandi, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, um stríðsmálini millum felagið og Faroe Origin
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Maskinmeistarafelagið ivast ikki í, at tað er í stríð við sáttmálan, at felagið ikki fær neyðugu skjølini frá Faroe Origin at eftirkanna, um oljunýtslan hjá trolarapørunum hjá reiðarínum er avroknað í samsvari við sáttmálan, og felagið metir tað eisini vera sáttmálabrot, at reiðaríið letur manningina rinda part av ísmaskinunum umborð á skipunum.

Maskinmeistarafelagið hevur kært reiðaríið Faroe Origin í Runavík í Fasta Gerðarrætt, eftir at felagið dastið av tí, sum farið er av árinum, hevur stríðst við at kanna avrokningar hjá teimum fýra trolarunum Heyki, Falki, Baki og Stelki.

Orsøkin er illgruni um óreglusemi, og málskrøvini í kæruni til Fasta Gerðarrætt snúgva seg um vantandi innlit í roknskaparskjøl, frádrátt í manningarhýrunum fyri oljuútreiðslur og frádrátt í manningarhýrunum fyri avdrøg uppá ísmaskinur – málskrøvini eru soljóðandi:

1. Innkærdi skal viðurkenna, at Maskinmeistarafelagið sambært § 16, stk. 10, í sáttmálanum hevur rætt til at fáa upprunalig roknskaparskjøl hjá P/F Faroe Origin fyri skipini Heyk, Stelk, Falk og Bak fyri árini 2019 til 2023 til eftirhyggjan.

2. Innkærdi skal viðurkenna, at avskrivingar fyri ísmaskinu ikki er loyvdur frádráttur sambært § 17, stk. 2 og skjali 1, í sáttmálanum.

3. Innkærdi skal viðurkenna, at frádráttur fyri brenniolju sambært § 17, stk. 2, og skjali 1, í sáttmálanum, skal gerast upp túr fyri túr fyri ta olju, sum er brúkt á einstaka túrinum.

Í kæruni hanga málskrav nummar 1 og nummar 3 saman, tí tað er í eftirkanningini av oljujfrádráttinum (§ 17 í sáttmálanum), at Maskinmeistarafelagið ikki metir seg hava fingið nøktandi innlit (§ 16 í sáttmálanum).

- Vit fáa ikki tær upplýsingarnar, sum vit skulu brúka fyri at halda eyga við, um sáttmálin verður hildin. Fáa vit ikki viðhald í tí, so mugu vit bara staðfesta, at sáttmálin er púra virðisleysur og uttan gildi. Eisini letur Faroe Origin manningarnar gjalda fyri ísmaskinur, sjálvt um avskrivingar als ikki eru við á listanum yvir loyvdar frádráttir í sáttmálanum. Í báðum førum halda vit sáttmálabrotini vera so eyðsýnd, at ongin ivi var um at beina tey í Fasta Gerðarrætt, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Annað mál í væntu

Maskinmeistarafelagið er saman við Føroya Skipara- og Navigatørfelag eisini í orrustu við Faroe Origin í einum øðrum máli, har løgfrøðiligi stríðsspurningurin er meinlíkur honum í málskravi 1 í gerðarrættarmálinum. Tað málið snýr seg um landingar uttanlands hjá hesum somu fýra skipunum undir drúgva arbeiðaraverkfallinum tíðliga í summar. Tey bæði feløgini halda seg ikki hava fingið nøktandi innlit í avreiðingar og avrokningar og hava eisini gjørt greitt, at seinasta orðið ikki er sagt í tí málinum.

Maskinmeistarafelagið hevur í drúgva tíð brúkt nógva orku uppá at stríðast við Faroe Origin um øll hesi málini, og formaðurin argast um, at tað skal vera neyðugt.

- Tað er ógvuliga ørkymlandi, at vit, samstundis sum vit hava úr at gera við sáttmálasamráðingum, skulu brúka so nógva orku uppá mál, ið eftir okkara tykki eru so sólarklár, um sáttmálin skal vera eftirfarandi, sigur Arnfinn Bech.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2024

12
Leygardagur 10. august 2024

Ætla at søkka Helenu hósdagin

Línuskipið skal søkkast á Borðoyavík og brúkast til kaving

Helena (Savnsmynd: Skipalistin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í sambandi við Sjómannadagin verður línuskipið Helena søkt hósdagin 15. august klokkan 14 á Borðoyavík.

Hetta um tað viðrar, sigur áhugabólkurin Reynsmúli.

Tað fara at ganga einir fýra tímar frá botnventilararnir verða opnaðir, til skipið liggur á havsins botni.

Skipið skal nýtast til kavingarendamál og tað verður ikki einsamalt, tí frammanundan liggur útróðrarbáturin Reynsmúli á botni á Borðoyavík.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2024

13 Leygardagur 10. august 2024

22 íbúðir verða bygdar á Strondum

Arbeiðið byrjar beinanvegin og eftir ætlan verður klárt at flyta inn í fyrstu íbúðirnar á páskum 2025

Eftir ætlan verður klárt at flyta inn í nýggju íbúðirnar á páskum 2025 (Mynd: Sjóvar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sjóvar Kommuna og Mekon Sp/f hava gjørt avtalu um, at Mekon keypir tvey íbúðarøkir á Strondum.

Mekon skal eftir ætlan byggja 22 íbúðir, sum verða bygdar í nýggju útstykkingini úti við Hálsatjørn og Nónvarða.

Hendan staðsetingin er eitt nýtt bústaðarøki á Strondum og fleiri nýggj hús eru komin har, og fleiri eru ávegis.

[object Object](Mynd: Sjóvar kommuna)

Verkætlanin umfatar tveir bygningar. Ovari bygningurin hevur 10 íbúðir, og niðari bygningurin hevur 12 íbúðir.

Niðari bygningurin er lagdur niður í lendið, so at parkeringsøkið er ájavnt við ovaru hæddina. Tað vil siga, at tað er gangandi beint inn á ovaru hæddina, og trappur eru niður á niðaru hæddina.

Í ovara bygninginum er parkeringsøkið ájavnt við niðaru hæddina, so at gangandi er beint inn á niðaru hæddina og trappur upp á ovaru hæddina, sigur Sjóvar kommuna.

Arbeiðið byrjar beinanvegin og verður klárt at flyta inn í fyrstu íbúðirnar á páskum 2025.

[object Object]Artur Johansen, borgarstjóri, og Pól Jákup Poulsen, Mekon (Mynd: Sjóvar kommuna)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2024

14 Leygardagur 10. august 2024

Regatta verður komandi vikuskiftið

Fríggjadagin verður siglt av Eiði til Hósvíkar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin 16. august verður árliga Regattasiglingin, har siglt verður av Eiði til Hósvíkar.

Setanin verður á Eiði kl. 14.55, og síðan verður siglt til Hósvíkar.

Tá komið verður til Hósvíkar verður góður døgurði at fáa í bygdarhúsinum, og eftir døguran er bæði møti, sangur, tónleikaframførðslur og dansur á skránni, skrivar Sunda kommuna.

Regatta skrá 2024

Fríggjadagin 16. august:

kl. 14.55: Eyðstein Zachariasen setur Regatta
kl. 15: Árabátar fara av Eiði
kl. 15.30: Bátar fara av Eiði
kl. 16.45: Bátar samlast norðan fyri brúnna við Streymin
kl. 18 - 00-30: Kaffi-, pylsu- og øl-neyst opið
kl. 18: Bátarnir koma til Hósvíkar
kl. 18 - 20: Døgurði í bygdarhúsinum frá Ruben Busk
kl. 19: Útimøti á torginum niðan fyri Bygdarhúsið
kl. 20.30: Livandi tónleikur við Helenu í Kálvalið í Tónaneystinum
kl. 21.15: Livandi tónleikur við Herborg Torkilsdóttir í Tónaneystinum
kl. 22: Livandi tónleikur við Sámal Ravnsfjall í Tónaneystinum
kl. 23: Felagssangur við Janus Trúgvason oman fyri bátahylin
kl. 23.30: Røða við Randi Kúrberg omanfyri bátahylin
kl. 00 - 04: Dansur við Hans Jakke & Vinmenn í Bygdarhúsinum

    Leygardagin 17. august:

    kl. 08 - 11:Morgunmatur í Bygdarhúsinum fyri Regatta gestum
    kl. 10 - 13: Kaffineystið opið

    Eftir hetta plaga flestu bátarnir at leggja leiðina til Nólsoyar har Ovastevna verður.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2024

    15 Leygardagur 10. august 2024

    Pilou Asbæk við í føroyskum ræðufilmi

    Kendur frá "Game of Thrones" og "Borgen", og næstu vikurnar er han við í føroyskum ræðufilmi

    Pilou Asbæk (Mynd: EPA)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Hann hevur havt stórar leiklutir seinastu árini. Millum annað í stóru HBO-røðini "Game of Thrones" og DR-røðini "Borgen".

    Pilou Asbæk verður ein av leikarunum í føroyska spælifilminum "No Rest for the Wicked".

    Talan er um ein ræðufilm, sum gongur fyri seg í einari lítlari føroyskari bygd í 1800-talinum, greiddi Jón Hammer, framleiðari, frá í Degi og viku týskvøldið.

    Framleiðarin vildi í Degi og viku ikki siga, hvør danski leikarin var, men danski miðilin Soundvenue, skrivaði mikudagin, at Pilou Askbæk hevur leiklutin sum danski hvalaveiðimaðurin, Helge, sum í 1872 bjargar einum føroyingi frá at drukna.

    Umframt Pilou Askbæk eru føroysku leikararnir millum annað Jegor Venned, Sofía Nolsøe Mikkelsen, Kjartan Hansen og Búi Egason Dam.

    Upptøkurnar byrjaðu í vikuni, og halda fram næstu seks vikurnar. Ætlanin er, at filmurin skal frumsýnast á sumri 2025.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2024

    16 Leygardagur 10. august 2024

    Poppdrotning til Føroya

    Stórt kvøld fyri vaksin í høllini á Hálsi 28 september, tá danska Medina heldur konsert

    (Savnsmynd)
    SkrivaÐ:

    Tíðindaskriv

    Seinastu árini hevur hon rakt nýggjar hæddir, og er Medina aftur vorðin ein av mest eftirspurdu tónleikarunum í Skandinavia.

    Løg hennara hava í nógv ár verið tráspæld bæði her heima og uttanlanda, og eru løgini "Kun for mig", "Velkommen til Medina", "Mest Ondt", "Ensom", "Vi To", "For Altid" og "Synd For Dig" millum tey kendastu. Seinast hava løgini "Giv Mig Alt" og "Danser For Mig Selv" ligið ovast á hittlistunum.

    Medina hevur seinastu árini spælt eitt sindur færri konsertir, men selur hon út nærum hvørja ferð. Tað er gravgangur eftir at sleppa til hennara konsertir, og tað er gravgangur hjá fyriskiparum, at fáa hana at halda konsertir. Hon endaði festivalin Roskilde 2024 og longu 1,5 tímar áðrenn konsertin byrjaði, var fult framman fyri pallin ið nevnist Arena.

    Á Orange Scene - ið er tann størsti pallurin á Roskilde festivali - spældi heimsstjørnan SZA um somu tíð sum Medina, men soleiðis skrivar dr.dk: “Og selvom stjernen SZA spillede på Orange Scene og kun var halvvejs gennem showet, valfartede gæsterne til Arena. Den amerikanske stjerne kunne tydeligvis ikke måle sig med vores eget danske sangikon, som på festivalen har været et af de største samtaleemner”

    Medina hevur verið aktuel í góð 15 ár og hevur gjøgnum árini útgivið hitt, omaná hitt, omaná hitt. Í Danmark eru løg hennara vorðin folkaogn, og eisini í USA hava nøkur løg hennara verið nógv spæld.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2024

    17 Leygardagur 10. august 2024

    Nú kallar hann seg bara “baldursson”

    Danny Baldursson við nýggjum samleika hevur í dag givið sjónbandalag út

     
    SkrivaÐ:

    Tíðindaskriv

    Tónleikarin og sangskrivarin Danny Baldursson, kendur frá bólkinum Danny & the Veetos, gav síðst í juli nýggja staklagið "girl it is you" út undir navninum “baldursson”. Í samband við hesa spennandi nýggju verkætlan hevur “baldursson” í dag útgivið sítt fyrsta sjónband.

    “baldursson” lýsir tónleikastílin hjá nýggju verkætlanini sum "edgy pop," ein stílur hann hevur arbeitt við leingi.

    - Tað eru sjáldan tónleikabólkar, ið geva mær íblastur, men heldur einstakir sangir, hjá hesum bólkunum, ið geva mær íblástur, sigur Danny Baldursson um íblásturin handan nýggju verkætlanina.

    Við sínum nýggja navni og tónleikaliga úttrykki er “baldursson” longu farin at vekja ans í tónleikaheiminum, og væntað verður, at nýggja sjónband hansara verður væl móttikið.

    Sangurin er skrivaður av Danny Baldurssyni og finlendinginum Camu Creutz. Framleiddur av Camu Creutz og Símun Dam.

    Framleiðsla og ljós av sjónbandi hevur Jákup Skovgaard Thøgersen (thog.fo) tikið sær av, og filmað hevur Petur Sigurð í Króki. 

    Sí video her

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2024

    18 Leygardagur 10. august 2024

    Gudstænasta og konsert í gjónni í morgin

    Eiðis Ljómfelag, Havnarkórið og Janus Trygvason fara at framføra

    (Savnsmynd)
    SkrivaÐ:

    Tíðindaskriv

    Sunnudagin 11. august kl. 15 verður aftur høvi at njóta serstøku upplivingina at vera til gudstænastu og konsert í gjónni við Gjógv.

    Útigudstænastan í gjónni er nú eitt árligt tiltak, sum hevur stóra undirtøku hvørt ár.

    Marjun Lómaklett verdur prestur, og vidrar verdur hon skjútsað inn í Gjónna, meðan kirkjuklokkan ringir.

    Tónleikur verdur nógvur – Eiðis Ljómfelag v/ fleiri, undir leidslu av Agnar Lamhauge, spælir inngangslagið, og spælir undir til felagssálmarnar, og til seinast eisini. Havnarkórið, undir leiðslu av Leif Hansen, fer at syngja , og sum endalag framføra tey vakra “Wie liblich sind deine Wohnungen, Herr Zebaot” úr “Ein deutshes Requiem” hjá Johannes Brahms, har Jonhard Eliasen hevur krevjandi klaver fylgispælið. Eisini fer Janus Trygvason at framføra “Boðar tú til allar tjóðir”.

    Kaffimuður verður aftaná. 

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2024

    19 Leygardagur 10. august 2024

    Strandað á ISS rúmdarstøðini

    Ferðin skuldi taka átta dagar – men nú sær út til, at tað ganga minst átta mánaðir, áðrenn Butch Wilmore og Suni Williams aftur eru trygt á jørðini

    Suni Williams og Butch Wilmore áðrenn fráferð í juni (Mynd: EPA)
    SkrivaÐ:

    Ingi Samuelsen

    Tá teir báðir amerikansku astronautarnir, 61 ára gamli Barry “Butch” Wilmore og 58 ára gamla Sunita “Suni” Williams, í juni vórðu skotnir út í rúmdina á eini royndarferð til altjóða ISS rúmdarstøðina, var ætlanin, at tey skuldu venda aftur á jørðina eftir fáar dagar.

    Men ferðin gekk ikki heilt eftir ætlan.

    Wilmore og Williams eru enn úti á rúmdarstøðini, sum sveimar í ringrás um jørðina.

    Vandi er fyri at alt hetta árið gongur og nakað afturat áðrenn tey sleppa heimaftur, skrivar BBC.

    Tey bæði vórðu skotin út í einum Boeing Starliner rúmdarfari. Hetta var fyrsta mannaða ferðin av hesum slag, og ein royndartúrur fyri at kanna eftir, um hetta slagið kann brúkast til regluligar mannaðar ferðir út í rúmdina í framtíðini.

    Les eisini: Fyrsta rúmdarfar hjá Boeing

    Men farið fekk trupulleikar, tá tað nærkaðist altjóða rúmdarstøðini. Trupulleikar vóru við framdriftini og eisini við stýrisskipanini. Tey komu tó trygt fram til rúmdarstøðina, men trupulleikin er, at alt bendir á, at Boeing Starliner farið ikki kann brúkast til heimferð teirra.

    Tí má skipast fyri eini alternativari heimferð.

    Á tíðindafundi í gjár søgdu fólk frá Nasa, at enn eru ongar avgerðir tiknar um hvussu heimferðin kann skipast.

    - Vit vildu helst fingið tey heimaftur við Starliner, men kanningar eru í gongd við at hava aðrar møguleikar opnar, sigur Steve Stich, ið er manningarstjóri hjá Nasa.

    Ein møguleiki er at knýta tey bæði til eina rúmdarferð, har eitt far verður sent út í september fyri at venda aftur til jørðina í februar 2025. Tá er talan um eitt SpaceX Crew Dragon rúmdarfar. Ætlanin er, at fýra fólk skulu vera við, men møguleiki er fyri at lata tvey av plássunum standa tóm, so tey bæði strandaðu kunnu koma heimaftur.

    Men henda ætlanin hevur við sær, at tey bæði skulu vera úti á ISS rúmdarstøðini í átta mánaðir heldur enn teir átta dagarnir, sum ferðin upprunaliga skuldi varða.

    Um so er, at Crew Dragon verður brúkt, so skal Starliner farið sendast aftur til jørðina ómannað.

    Umboð fyri Nasa siga, at tað gongur minst ein vika áðrenn ein endalig avgerð er tikin, skrivar BBC.


    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2024

    20 Leygardagur 10. august 2024

    Walz skal finna demokratiska stevið

    Demokratarnir vóna, at hann megnar at tosa serliga við hvítu arbeiðararnar, so at tey aftur kunnu savnast um demokratiska flokkin

    (Mynd: EPA)
    SkrivaÐ:

    Ingi Samuelsen

    Seinnapartin týsdagin gjørdist greitt, at tað verður guvernørurin í Minnesota, Tim Walz, sum kemur at standa undir liðini hjá Kamala Harris, sum varaforsetavalevni til amerikanska forsetavalið 5. september.

    Tim Walz er 60 ára gamal og hevur avrikað nógv í sínum lívi. Í løtuni røkir hann embætið sum guvernørur í Minnesota – hetta er hansara annað valskeið.

    - Eg eri errin av at kunna boða frá, at eg havi biðið Tim Walz um at stilla upp saman við mær. Eitt av tí, sum rakti meg við Tim, er stóran týdning tað hevur fyri hann at arbeiða fyri miðalstættini. Tað er persónligt, skrivaði Harris á Instagram.

    Harris vísti eisini á, hvussu familjan hjá Walz mátti liva av vælferðarhjálp eftir at pápin doyði, og at Walz hevur gjørt tænastu í amerikansku tjóðarverjuni í 24 ár.

    Tim Walz er føddur í Nebraska, og er útbúgvin lærari. Sum lærari var hann eisini venjarin fyri skúlaliðnum í amerikanskum fótbólti.

    Sum demokratiskur politikari hevur hann millum annað verið við til at fremja liberalar nýskipanir í Minnesota, millum annað ókeypis skúlamáltíðir og løggilding av kannabis-nýtslu.

    Hann hevur eisini drúgvar royndir í amerikansku kongressini, er fyri fosturtøku og herdari vápnalóggávu.

    Annars er hann lutfalsliga ókendur millum vanligar amerikanarar, og hann var heldur ikki upprunaliga millum tey nøvnini, sum vóru nevnd, sum møgulig varaforsetavalevni.

    Seinastu vikurnar er umdømið hjá honum vorðið alsamt betri, ikki minst gjøgnum sosialar miðlar, og orsaka av síni fólksligu atferð.

    [object Object]

    Walz hevur kallað mótstøðuvalevnini Donald Trump og JD Vance fyri “weird guys” í einum klippi, ið var nógv deilt.

    Sambært CNN var tað góða kemiin við Walz, sum gjørdist avgerandi, tá varaforsetavalaevnið skuldi veljast. Annars kendust tey ikki stórvegis frammanundan.

    Eygleiðarar meta Walz at vera ein persónur, sum kann savna og sameina demokratarnar, og eisini ein, ið kann fáa heim aftur veljarar, sum eru mistir yvir til Donald Trump.

    Demokratarnir vóna, at hann megnar at tosa serliga við hvítu arbeiðararnar, so at tey aftur kunnu savnast um demokratiska flokkin. Serliga verður tosað um “blue collar” stættina, altso verkafólk í bláum arbeiðsklæðum, sum er ein týðandi veljarabólkur, serliga í Pennsylvania, Michigan og Wisconsin.

    Eisini eru Harris og Walz samd í týðandi demokratiskum spurningum, so sum abortrættindi og rættindi til LGBTQ+ persónar, sum eru sera týðandi fyri demokratiska valstríðið.

    Keldur: Yle við bakgrund í CNN, AP og Reuters


    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2024

    21 Leygardagur 10. august 2024

    Avgerðin verður ikki tikin í Grønlandi

    Rættarfundur verður í Nuuk 15. august um fongslingin av Paul Watson skal leingjast ella ikki

    (Mynd: Captain Paul Watson Foundation)
    SkrivaÐ:

    Ingi Samuelsen

    Tað verður ikki grønlendska løgreglan ella grønlendski rætturin, sum ger av, hvørt umhvørvisstríðsmaðurin Paul Watson skal útflýggjast til rættarsókn í Japan ella ikki.

    Tað staðfestir grønlendska løgreglan í tíðindaskrivi, ið varð sent út í vikuni í sambandi við, at løgreglan í Nuuk hevur fingið fleiri fyrispurningar frá altjóða miðlum.

    Paul Watson, stovnari av umhvørvisfelagsskapinum Captain Paul Watson Foundation, varð 21. juli handtikin tá skipið John Paul de Joria kom í havn í Nuuk á veg til Kyrrahavið gjøgnum útnyðringsleiðina.

    Paul Watson varð varðhaldsfongslaður, fyribils til 15. august. Grønlendska løgreglan staðfestir í tíðindaskrivinum, at komandi rættarfundurin í Nuuk 15. august einans fer at taka støðu til, um fongslingin av Paul Watson skal leingjast ella ikki.

    Avgerðin um útflýggjanaráheitanina úr Japan, skal takast í danska løgmálaráðnum. 

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2024

    22 Leygardagur 10. august 2024

    BankNordik í Grønlandi skal hava grønlendskt navn

    Bankin hevur skrivað út navnakapping

     
    SkrivaÐ:

    Ingi Samuelsen

    Føroya Banki hevur nú útskriva eina kapping í Grønlandi um, hvussu banki skal kallast fremeftir.

    Eftir at bankin í Føroyum skiftið navnið aftur til Føroya Banki, hevur grønlendska deildin hildið fram undir heitinum BankNordik.

    Men nú skal grønlendska deildin hava eitt grønlendskt navn. Bankin bjóðar 10.000 krónur til tann, sum kemur við besta navninum.

    Beinkin ynskir at finna “eitt heilt serstakt og meira persónligt navn” til grønlendsku deildina, verður sagt.

    - BankNordik er eitt gott navn og hevur fylgt okkum í fleiri ár, men vit hava eitt sterkt ynski um at finna eitt serstakt, grønlendskt navn, ið hóskar til okkara grønlendska virksemi, okkara dugnaligu starvsfólk og okkara nógvu kundar í Grønlandi, sigur Turið F. Arge forstjóri í tíðindaskrivi til grønlendsku miðlarnar.

    Freistin at senda uppskot inn er sett til 25. august. Tríggir grønlendingar, Naja Paulsen, Pivinnguaq Mørch og Arina Kleist manna dómsnevndina, sum skal velja endaliga navnið.

    BankNordik nú Føroya Banki, hevur virkað í Grønlandi síðan 2010, tá bankin tók yvir deildirnar hjá Sparbank í Grønlandi.


    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2024

    23 Leygardagur 10. august 2024

    Sonur norsku krúnprinsessuna skuldsettur fyri harðskap

    Mette-Marit krúnprinsessa útsetti ferðina til Paris at hyggja eftir OL saman við krúnprinsinum

    Marius Borg Høiby og mamma hansara, Mette-Marit krúnprinsessa (Mynd: EPA)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Norska kongshúsið er hesa vikuna rakt av einari gølu. 27 ára gamli sonur Mette-Marit krúnprinsessu í Noreg, Marius Borg Høiby, varð sunnudagin handtikin.

    Hann er skuldsettur fyri harðskap og herverk.

    Løgreglan varð sunnunáttina boðsend til eina íbúð í Olso eftir eina fráboðan um harðskap. Sambært norska TV2 varð ein kvinna koyrd á sjúkrahús, har hon fekk staðfest heilasjálvta.

    Marius Borg Høiby var í varðhaldi hjá løgregluni í eitt samdøgur áðrenn hann varð leyslatin.

    Krúnprinsessan skuldi eftir ætlan vera í París til OL hesa vikuna saman við Haakon krúnprinsi, men ferðin varð útsett orsakað av hendingini, og krúnprinsurin fór tí einsamallur. TV2 skrivar, at Mette-Marit í gjár, fríggjadagin, fór til Paris, og verður saman við krúnprinsinum og stuðlar norsku íðkarunum um vikuskiftið. Millum annað síggja tey OL-finaluna í hondbólti hjá kvinnum, sum verður í dag er millum Noreg og vertirnar Frakland.

    Haakon krúnprinsur er ikki pápi Marius Borg Høiby, sum Mette-Marit krúnprinsessa átti áðrenn tey hittust. Tí ber hann ikki kongaligt heiti.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2024

    24 Leygardagur 10. august 2024

    KÍ til Bosnia Hersigovina við góðum byrjanarstøði

    Við málum frá Kristoffer Ødemarksbakken og Páll A. Klettskarð, eru lunnar lagdir undir gott byrjanarstøði hjá KÍ

    KÍ viðhaldsfólkini fagna her einum máli í dystinum hóskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
    SkrivaÐ:

    Áron Vest

    Kí vann fyrra dystin í Europa Leauge móti Borac Banja Luka hóskvøldið 2-1..

    Nærum allan dystin hevði KÍ leikliga yvirvág. Heimaliðið hevði nógv flestar málroyndir, og skapti nógv flestar vandamiklar støður.

    [object Object]
    Páll Klettskarð (Mynd: Sverri Egholm)

    KÍ liðformaðurin, Páll Klettskarð, legði KÍ hegnisliga á odda longu eftir 10 minuttir. Tá ein hálvur tími var farin, javnaði Banja Luka, tá málmaðurin hjá KÍ kom til at beina bóltin í egið mál.

    Beint sum KÍ fór í álop, varð Jóannes Kalsø Danielsen feldur í høgra horninum á brotsteigarmarkinum hjá gestaliðnum. Dómarin, tjekkiski Marek Radina, gav Sebastian Herera fyrst gult kort, men VAR vognurin bað hann kanna støðuna nærri. Hann valdi tá, eftir at hava endurskoðað støðuna, at broyta gula kortið til reytt kort.

    Tá 36 minuttir vóru spældir, setti Kristoffer Ødemarksbakken bóltin snilt í handaru netsíðu, til 2-1 til KÍ. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.

    Í seinna hálvleiki legði Banja Luka harðast út, men tað skuldi ikki ganga rúm tíð, so fekk KÍ vent spælið til sín fyrimun aftur.

    [object Object]
    Kristoffer Ødemarksbakken (Mynd: Sverri Egholm)

    Málverjin hjá gestunum, Damjan Shiskovski, fekk viðgerð fleiri ferðir. Í sambandi við somu støður, seinkaði hann uppafturtøkuna sera nógv, og fekk hann eisini gult kort fyri tað. Hetta tóktist vera einasta vápn hjá gestunum úr Bosnia Hersigovina, seinasta hálva tíman av dystinum.

    Seks minuttir vórðu lagdir afturat vanligu leiktíðini, men tað munaði onki. Endaliga støðan á Tórsvølli gjørdist 2-1 til meistaraliðið úr Klaksvík.

    Myndir frá dystinum

    Europa League 3. umfar, fyrri dysturin
    Á Tórsvølli, hósdagin 08. august
    KÍ - Borac Banja Luka 2-1 (2-1)

    10' 1-0 Páll Klettskarð
    31' 1-1 Sjálvmál
    36' 2-1 Kristoffer Ødemarksbakken

    KÍ: Mark Jensen - Patrick da Silva, Alexander Berntsson, Céderic Yambéré, Árni Frederiksberg, Páll Klettskarð (L), Hallur Hansson (77' Deni Pavlovic), René Joensen (77' Joseph Williams), Jóannes Danielsen, Heini Vatnsdal (37' Børge Petersen), Kristoffer Ødemarksbakken (88' Pætur Petersen)

    Liðini hittast aftur í Banja Luka hósdagin 15. august

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. august 2024

    25 Leygardagur 10. august 2024

    KÍ skal gera arbeiðið liðugt í hitanum

    Tað verða upp ímóti 30 stigum í Banja Luka hóskvøldið

    Páll Klettskarð, Heini Vatndal og hinir skulu gera arbeiðið liðugt í óvandum umstøðum (Mynd: Sverri Egholm)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

    Hóast KÍ hevði leikliga yvirvág stóran part av dystinum, og útiliðið í ein tíma spældi við 10 monnum, eydnaðist tað bara at vinna við einum máli 2-1.

    Meistaraliðið úr Bosnia Hersegovina, Borac Banja Luka, var á vitjan á Tórsvølli hóskvøldið, og líka so nógv, sum fyrri hálvleikur hevði at bjóða, líka so lítið hevði seinni hálvleikur at bjóða.

    Páll Klettskarð og Kristoffer Ødemarksbakken skoraðu málini hjá KÍ, meðan málið hjá Borac Banja Luka var eitt sjálvmál, sum KÍ-málverjin Mark Fabricius Jensen gjørdi.

    2-1 sigur til KÍ, men hetta var bara fyrri dysturin. Mánadagin fer KÍ til Banja Luka í Bosnia Hersigovina, og hósdagin, og tá skal arbeiðið gerast liðugt á Gradski stadion.

    Væntast kann, at tað verður nakað kvalið hjá norðoyingum. Veðurstovurnar boða frá 27 stigum hóskvøldið. Banja Luka liggur norðaliga í landinum, einar 50 kilometrar frá markinum til Serbia.

    [object Object](Mynd: Sverri Egholm)

    Vinnur KÍ samlað móti Borac, er bólkaspæl í Conference League tryggjað, og spælast skal playoff-dyst um bólkaspæl í Europa League. Tapir KÍ samlað móti Borac, verður playoff-dystur um bólkaspæl í Conference League.


    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2024

    26 Leygardagur 10. august 2024

    Sannførandi KÍ-sigur í Sørvági

    Klaksvíkingar vunnu 4-0, og koma fyribils upp á eitt deilt annaðpláss við HB, sum spælir í annaðkvøld

    Kristoffer Ødemarksbakken skoraði tvey mál í Sørvági (Savnsmynd: Sverri Egholm)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Landskappingin í fótbólti hjá monnum nú komin væl ov virðiliga í gongd aftur.

    Sunnudag tók 07 Vestur ímóti KÍ í Sørvági, og ikki óvæntað vunnu klaksvíkingar sannførandi.

    Støðan í steðginum var 2-0 til gestirnar, og tað var Kristoffer Ødemarksbakken, sum tók sær av báðum málunum.

    Í seinna hálvleiki øktu Jóannes Kalsø Danielsen og Páll Andrasson Klettskarð til 4-0, sum eisini gjørdist úrslitið.

    Úrslitið hevur við sær, at KÍ fyribils legði seg á deilt annaðpláss við HB, bæði við 39 stigum og sama málmun. 

    Fyrsti dysturin í seytjanda umfari varð leiktur á ólavsøku millum B68 og NSÍ. Hinir tríggir dystirnir vórða leiktir mánakvøldið. Í øllum førum var talan um topp móti botni, og í øllum førum vunnu toppliðini sannførandi.

    Dystirnir í 17. umfari av betri deildini:

    B68 - NSÍ 1-4 (0-2)

    14' 0-1 Beinir Nolsøe
    34' 0-2 Klæming Olsen
    60' 0-3 Steffan Løkin (James Drye)
    80' 1-3 Alex Mellemgaard br.
    86' 1-4 Steffan Løkin (Petur Knudsen

    07 Vestur - KÍ 0-4 (0-2)

    14' 0-1 Kristoffer Ødemarksbakken (Rene Joensen)
    31' 0-2 Kristoffer Ødemarksbakken
    68' 0-3 Jóannes Danielsen (Páll Klettskarð)
    80' 0-4 Páll Klettskarð (Hallur Hansson)

    EB/Streymur - B36 0-4 (0-2)

    15' 0-1 Zean Dalügge (Jann Benjaminsen)
    31' 0-2 Zean Dalügge (Jann Benjaminsen)
    81' 0-3 Jann Benjaminsen br.
    88' 0-4 Gutti Dahl-Olsen (Jann Benjaminsen)

    HB - Skála ÍF 3-0 (1-0)

    21' 1-0 Dávid Reynheim (Hanus Sørensen)
    47' 2-0 Emmanuel Duah (Mohamed Samba)
    88' 3-0 Hanus Sørensen

    ÍF - Víkingur 0-6 (0-1)

    12' 0-1 Sølvi Vatnhamar (Olaf Bárðarson)
    48' 0-2 Poul Kallsberg (Sølvi Vatnhamar)
    57' 0-3 Olaf Bárðarson (Géza Dávid Turi)
    70' 0-4 Olaf Bárðarson (Árni Nóa Atlason)
    82' 0-5 Sølvi Vatnhamar (Jákup Johansen)
    90' 0-6 Signar á Brúnni (Jákup Johansen)

    Støðan

    Víkingur 48 stig
    HB 42 stig
    KÍ 39 stig
    NSÍ 31 stig
    B36 26 stig
    07 Vestur 21 stig
    Skála ÍF 14 stig
    B68 11 stig
    EB/Streymur 10 stig
    ÍF 3 stig

    Komandi dystir

    Leygardagin 10. august kl. 16: NSÍ - Skála ÍF
    Leygardagur 10. august kl. 17: EB/Streymur - HB

    Sunnudagin 11. august kl. 15: KÍ - ÍF
    Sunnudagin 11. august kl. 17: B68 - 07 Vestur

    Mánadagin 12. august kl. 18.30: B36 - Víkingur

    Fríggjadagin 16. august kl. 18.30: 07 Vestur - NSÍ (19. umfar)

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. august 2024

    27 Leygardagur 10. august 2024

    Áki bestur í juni og juli

    Við greiðum meiriluta av atkvøðunum, bleiv Áki Samuelsen úr HB valdur til besta spælara í Betrideildini hjá monnum í juni og juli

    Feðgarnir báðir, Áki og Eyðun Samuelsen (Mynd: Brynhild Absalonsen / FSF)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    – Ja, tað hevur gingið væl hjá okkum, og vit eru enn við í kappingini um fremstu plássini. Men nakað av arbeiði er tó framvegis eftir, um vit skulu røkka málinum, sum er at vinna FM. At tað so eisini hevur gingist mær væl persónliga, er bara stuttligt, og eg eri órtúliga glaður fyri hendan heiður.

    Tað sigur Áki Samuelsen úr HB, sum mánakvøldið, áðrenn dystin móti Skála, varð kunngjørdur sum besti spælari í Betrideildini hjá monnum í juni og juli mánað.

    At kappingarárið higartil hevur hilnast væl hjá unga 10’aranum hjá teimum reyð-svørtu í Gundadali sæst eisini aftur á máltindinum, har Áki Samuelsen í løtuni er á øðrum plássi við 12 málum, trý færri enn málslúkurin hjá KÍ, Páll Klettskarð.

    Tað eru landsliðsvenjarar, viðmerkjarar og fjølmiðlar, ið velja besta spælara hvønn mánað. Og tá atkvøðurnar fyri besta spælara í juni og juli vórðu taldar saman, var Áki Samuelsen greitt á odda.

    Fyri heiðurin fekk Áki eitt gávubræv upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF og Betri.

    Tað var pápi Áka, Eyðun Samuelsen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini.

    Aðrir, ið eisini fingu fitt av atkvøðum hesaferð, vóru Bárður á Reynatrøð og Olaf Bárðarson úr Víkingi, og Petur Knudsen úr NSÍ.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. august 2024

    28 Leygardagur 10. august 2024

    ÍF og Jákup Martin farin hvør til sítt

    Jákup Martin Joensen hevur sagt seg úr starvi sum høvuðsvenjari hjá ÍF

    Savnsmynd
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Høvuðsvenjarin hjá ÍF, Jákup Martin Joensen, hevur valt at sagt seg úr starvi, og tí hevur ÍF gingið á møti.

    Hesum boðar ÍF frá týskvøldið.

    Jákup Martin Joensen følir ikki at hann hevur meira at geva felagnum. Jákup Martin tók yvir eftir at Aleksandar Jovevic fór frá aftan á fimm dystir í ár. 

    ÍF hevur gjørt avtalu við Ólav Larsen um at taka sær av besta liðnum restina av kappingarárinum. Aftur at honum eru komnir Christian Høgni Jacobsen, hjálparvenjari, Jákup Mikkelsen, málmansvenjari, Heri Johnsson, fysioterapeut. Heðin Olsen heldur fram sum fysiskur venjari. 

    ÍF hevur trý stig eftir 17 umfør og liggur greitt aftast. Sjey stig eru upp til níggjunda pláss.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2024

    29 Leygardagur 10. august 2024

    U18-menn: Stríðsdystur endaði javnur

    Málfátækur dystur millum Føroyar og Montenegro endaði við javnleiki 20-20

    (Mynd: Stefan Ivanovic/HFMNE/HSF)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Talan gjørdist ikki um tað vakra og poleraða spælið í dystinum millum Føroyar og Montenegro hósdagin.

    Harafturímóti var stríðsviljin og spenningurin í hásæti. Dysturin var málfátækur og endaði 20-20, eftir hálvleiksstøðuna 8-8.

    Føroyar byrjaðu við 5-1 verju, í mun til 6-0 dagin fyri móti Íslandi. Hetta hepnaðist væl, og montenegrinar skuldu veruliga stríðast fyri málini, tá Ingi Johannesen eisini stóð væl í málinum. Føroyska álopið manglaði tó flog. Ov nógvir feilir vóru gjørdir og skot brend.

    Montenegro vardi eisini offensivt og hetta órógvaði okkara. Tað komu fá mál av tí sama í fyrra hálvleiki. Liðini fyldust tað mesta av hálvleikinum og ongantíð vóru fleiri enn tvey mál á muni. Hálvleiksstøðan var 8-8.

    [object Object](Mynd: Stefan Ivanovic/HFMNE/HSF)

    Seinni hálvleikur líktist fyrra, har tað var í álopinum at okkara menn stríddust at finna loysnir. Liðini fylgdust og ongantíð vóru fleiri enn tvey mál á muni. Dysturin lá og vippaði seinastu tíggju minuttirnar, men tað vóru Føroyar, sum høvdu stóru møguleikarnar seinastu løtuna. Her varð ov illa brent, og vertirnir fingu tíverri hálað ein javnleik heim í seinastu sekundunum. Dysturin endaði 20-20.

    Eftir dystin var Jákup Egholm kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Jákup spældi ein frálíkan dyst, har hann vardi frammi, og var hann eisini føroyskur toppskjútti við seks málum uppá átta royndir.

    Næsti dystur hjá Føroyum verður í dag, leygardagin, klokkan 11, føroyska tíð.

    [object Object](Mynd: Stefan Ivanovic/HFMNE/HSF)

    Málskjúttar hjá Føroyum:
    Magnus Árason 6
    Jákup Egholm 6
    Pauli Rasmussen 3
    Rúnar Hammer 2
    Lýðar í Dímun 2
    Filip Haldansen 1

    Málverjar:
    Ingi Johannesen 51 min., 8 bjargingar, 36%
    Bjarni Gunnarsson Jacobsen 9 min., 3 bjargingar, 38%

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. august 2024

    30 Leygardagur 10. august 2024

    U18-menn: Gjørdu einki við Ísland

    Misjøvn byrjan uppá EM-endaspælið. Ísland vann 32-23

    (Mynd: HSF)
    SkrivaÐ:

    Sverri Egholm

    Føroysku U18-menninir í hondbólti fingu eina misjavna byrjan uppá EM-endaspælið mikudagin. Neyvleikin vantaði í fyrra hálvleiki og var og íslendingar vunnu 32-23, eftir hálvleiksstøðuna 15-9 til Íslands.

    Føroyska liðið fekk eina vánaliga byrjan uppá dystin og tey fyrstu 6 av 7 skotunum fóru antin á træverkið, ella málverjan. Okkara komu til góðar møguleikar, men neyvleikin vantaði. Føroyar vóru tó væl við í dystinum, hetta takkað verjuni og Inga Johannesen føroyska í málinum. Okkara ernaðust tó og vóru omaná 5-4 eftir 15 minuttum, men mistu takið eftir hetta. Útvísingar og brend skot kostaðu, og íslendingar vóru eirindaleysir og fóru undan. Hálvleiksstøðan var 15-9 til Ísland. Lýðar í Dímun fekk reyða kortið við steðgin, tá hann skeyt beinleiðis fríkast í andlitið á mótstøðuleikara.

    Íslendska verjan stóð væl í seinna hálvleiki. Íslendingar høvdu gjørt av at verja føroysku vengurnar og geva plássið á uttaru síðunum av bakkunum. Hetta megnaðu okkara ov illa at gagnnýta, har spælið gekk ov nógv innyvir. Íslendingar høvdu mestsum avgjørt dystin eftir 40 minuttir, tá teir vóru frammanfyri við tíggju. Okkara høvdu onkra góða løtu, men megnaðu ikki veruliga at hótta sterku íslendingarnar, sum vunnu 32-23.

    Eftir dystin var Magnus Árason kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Magnus spældi ein frálíkan dyst á høgri vongi, og gjørdi sjey mál uppá sjey royndir, hóast plássið ofta var lítið.

    Málskjúttar hjá Føroyum:
    Magnus Árason 7
    Rúnar Hammer 7
    Filip Haldansen 2
    Lýðar í Dímun 2
    Jákup Egholm 2 (1)
    Erling Erlendsson 1
    Pauli Rasmussen 1
    Fríði í Innistovu 1

    Málverjar:
    Ingi Johannesen 36 min., 6 bjargingar, 25%
    Bjarni Gunnarsson Jacobsen 24 min., 4 bjarging, 25%


    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2024

    31 Leygardagur 10. august 2024

    Sverri misti sigurin í seinastu tøkunum

    30-ára gamli miðvingurin og Mihai Chiruta høvdu báðir tíðina 6.44.83, men rumenin endaði onkursvegna sum eittari í B-finaluni á Olympisku Leikunum

    So tætt sum gjørligt. Sverri Sandberg Nielsen varð fyrst kunngjørdur sum sigursharri í B-finaluni og nummar 7 í OL. Hetta var tó broytt eftir nærri kanning
    SkrivaÐ:

    Agnar Prestá

    OL 2024 endaði á margháttiligan hátt fyri miðvinginum í danska single-scullaranum við føroysku flagglitunum. Tað endaði tíverri eisini sum eitt slag av mynd uppá OL-luttøkurnar hjá Sverra Sandberg Nielsen: Hann róði væl, vísti styrki og stóran vilja, var við til tað seinasta, men var tá samanum kom júst ov stuttir.

    Ella; tað sá hann ikki út til at vera. 30-ára gamli føroyingurin og rumenin Mihai Chiruta høvdu báðir tíðina 6.44.83. Sverri varð fyrst kosin vinnari, men eftir at hava hugt eftir málmyndum og farið niður í smærri partar av sekundum broyttu, dómararnir meining, og sigurin endaði hjá rumenanum.

    Í B-finaluni eru ikki heiðursmerki uppá spæl. Tað snýr seg meira um heiður. Tað var eisini týðiligt, at Sverri Sandberg Nielsen vildi prógva nakað.

    Føroyingurin legði seg tíðiliga á odda, og var sannførandi so at siga allan vegin teir 2.000 metrarar. Í løtum komu Chiruta og aðrir nærri, men Sverri fekk víst avbjóðingunum aftur. Royndi rógvarin tóktiskt at hava gott tamarhald á í bátinum. Tøkini vóru góð, og Sverri sá út til at hava yvirskot.

    [object Object]
    Sverri undir sínum seinasta OL-róðri - á hesum sinni í øllum førum. Leingi var sterki føroyingurin á odda, men endaði hann nummar tvey á degnum; so tepurt sum gjørligt (Mynd: worldrowing.com)

    Móti endanum tók Mihai Chiruta tó nøkur øðigilig tøk. 25-ára gamli rumenin sá út til at hava meira megi, og so snúði tað seg um hjá Sverri Sandberg Nielsen at svara aftur.

    Tað sá út til at hava eydnast. Myndirnir seinastu 200 metrarnir vístu, at her var ógvuliga tætt, og tað sá út sum, at Sverri og Chiruta komu í mál í senn. Tað gjørdu teir í roynd og veru eisini. Tíðin var sum nevnt tann sama.

    Ein vinnari skuldi tó finnast, og eini tveir minuttir eftir róðursenda varð kunngjørt, at tað var kappingarneytin hjá føroyinginum, sum annars fyrst stóð sum eittari. 

    Sverri mátti iðra seg. Hálvfinalan glapp hósdagin, og hann misti ov nógv í endaspurtinum leygardagin. Tó var nógv flott við róðrinum hjá føroyingum, sum endar nummar 8 av teimum 33 rógvarunum í single-scullara hjá monnum. Royndi rógvarin gav alt, og útfrá hansara útsagnum var hetta seinastu róður hansara í einum OL.

    B-finala í Single-scullara
    Leygardagin 03. august - Paris
    1. Mihai Chiruta (6.44.83.)
    2. Sverri Sandberg Nielsen (6.44.83)

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2024

    32 Leygardagur 10. august 2024

    Tórur Fløtt silvur í norðurlandameistara kapping

    Føroysk ítróttarsøga varð skrivað innanfyri skjóting farna vikuskiftið, tí fyri fyrstu ferð hava Føroyar vunnið eitt heiðursmerki í norðurlandameistara skjótikapping

     
    SkrivaÐ:

    Tíðindaskriv

    Leygardagin var føroysk ítróttarsøga skrivað innan skjóting, tí fyri fyrstu ferð hava Føroyar vunnið eitt heiðursmerki í norðurlandameistara skjótikapping.

    Hetta hendi tá Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag vann silvur heiðursmerki í OL skeet greinini. Tórur vísti styrki frá byrjan, og eftir at innleiðandi dúgvurnar vóru avgreiddar, lá hann á einum fyrstaplássið, men í finaluni kláraði ein íðkari úr Finnlandi, at verða eina dúgvu frammanfyri Tóri.

    Innleiðandi tølini hjá Tóri vóru so mikið góð, at um vit samanbera úrslitið hjá honum við OL í Paris, sum bleiv avgreitt samstundis, so hevði hann einans verði tvær dúgvur frá umskjóting at sleppa í eina OL finalu.

    Eisini Alex Johannesen úr Eysturskot megnaði at vinna finalupláss í OL trap greinini, men í finaluni bleiv tað til eitt fimta pláss.

    Leivur Joensen úr Sunda Byrsufelag luttók fyri fyrstu ferð á føroyska landsliðinum, tí Skjótisambandið hevði avlagt tvey pláss til unglingar á landsliðinum í ár. Í unglinga OL skeet kappingini megnaði Leivur at vinna finalupláss, men tað bleiv eisini til eitt fimta pláss í finaluni.

    Jógvan Egholm úr Vestmanna Byrsufelag, Bartal Klettheyggj og Johnhard Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla luttóku eisini í kappingini, men teir vóru ov stuttir til at vinna finalupláss.

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. august 2024

    33 Leygardagur 10. august 2024

    Húski í Hoyvík skal kappast til NM

    Í føroyska hópinum, sum luttekur í NM í Herning seinni í vikuni, er m.a. eitt húski úr Dýrindalsgøtu í Hoyvík

     
    SkrivaÐ:

    Tíðindaskriv

    Tá NM í gonguløgum fyri íslandsross hósdagin byrjaði í Herning, var ein sjáldsom úttøka á føroyska landsliðnum. Tí í størsta føroyska hópinum nakrantíð, er m.a. eitt húski úr Dýrindalsgøtu í Hoyvík.

    Talan er um hjúnini Valborg Laksafoss og Knút Lützen og tvey av børnum teirra, Elma Laksafoss og Jason Lützen. Hetta man helst vera eindømi í føroyskari ítróttasøgu, at eitt húskið er so væl umboðað. Í hesum førinum við fýra av nýggju plássum á landsliðnum.

    Knút Lützen og hesturin Kára frá Ásbrú vunnu NM í gæðingakeppni seinast á Álandi fyri tveimum árum síðani, so tað verður spennandi at fylgja teir nú teir skula verja heitið hesa ferð.

    Kappingin verður hetta vikuskiftið, og sum skilst eru eisini nógvir føroyskir fjepparar farnir til Danmarkar

    Føroyski hópurin sær soleiðis út:

    Junior:
    Jason M.D. Lützen á Prinsessu frá Tindskarð

    Ung:
    Ester Dahl á Heygum á Dalvar frá Dalbæ 2
    Elma Annfinnsdóttir Laksafoss á Hvinur frá Árbæjarhjálegu
    Rakel Tindskarð á Silas won Forstwald

    Vaksin :
    Knút Lützen á Kára frá Ásbrú
    Valborg Hallursdóttir Laksafoss á Stæll frá Skagaströnd
    Óluva á Lofti á Sprota frá Hrauni
    Ragnheiður Ólafsdóttir Dam á Huga frá Hrepphólum

    Gæðinga :
    Ranja Hallursdóttir Djurhuus á Sirkill frá Þorkelshóli 2
    Ester Dahl á Heygum á Dalvar frá Dalbæ 2
    Elma Annfinnsdóttir Laksafoss á Hvinur frá Árbæjarhjálegu
    Knút Lützen á Kára frá Ásbrú

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. august 2024

    34 Leygardagur 10. august 2024

    Lisbeth L. Petersen farin

    Fyrrverandi borgarstjórin í Havn og forkvinna í Sambandsflokkinum gjørdist 85 ár

     
    SkrivaÐ:

    Ingi Samuelsen

    Mikudagin bórust boðini um, at fyrrverandi politikarin, Lisbeth L. Petersen, umsíðir hevur fingið frið frá meinsku alzheimer-sjúkuni. Hon gjørdist 85 ára gomul.

    Lisbeth Lindenskov Petersen, f. Samuelsen, var fødd 28. februar 1939 í Havn, elsta dóttir Georg L. Samuelsen, blaðstjóra á Dimmalætting, og Rachel, fødd Fonsdal úr Vestmanna. Fyrstu árini var Lisbeth einabarn, men átta ára gomul gjørdist hon stórasystir til Beate, journalist og fyrrv. blaðstjóra, ið eisini fekk eitt skeið sum kommunalpolitikari, og nú er virkin sum forkvinna í Landsfelag Pensjónistanna.

    Lisbeth giftist í 1960 við Jákupi Petersen (1927-2001), maskinstjóra, av Signabø og saman fingu tey børnini Elsu (f. 1961) og Georg (f. 1967).

    Lisbeth tók studentsprógv og byrjaði upp á handilsútbúgving í Danmark, men valdi at flyta heim at giftast við Jákupi, sum sigldi í danska handilsflotanum. Hon hevði ymisk skrivstovustørv áðrenn hon á rættiliga tilkomin valdi at satsa upp á politikk.

    Í 1984 varð hon vald í Tórshavnar býráð, sum fyrsta kvinnuliga umboð fyri Sambandsflokkin. Hon sat í býráðnum fram til 2000. Árini 1992 til 1996 var hon fyrsti kvinnuligi borgarstjóri í høvuðsstaðarkommuni, og stýrdi kommuni gjøgnum vandasjógvar í ringastu krepputíðin, sum býurin og landið hava upplivað í nýggjari tíð.

    Lisbeth varð fyrstu ferð vald inn í Føroya Løgting í 1990 og sat á tingi fram til 2008, tá hon ikki stillaði uppaftur. Í 2001 gjørdist hon forkvinna fyri Sambandsflokkin, hetta sama árið varð hon eisini vald á fókating, sum fyrsta føroyska kvinnuliga umboð.

    Fyri nøkrum árum síðani gjørdist tað greitt, at Lisbeth var farin at gloyma, og tá hon í 2020 ikki longur megnaði at vera verðandi í hugnaliga heimi hennara í Handaratúni, flutti hon fyrst á Tjarnargarð og síðani Boðanesheimi – og tá varð eisini staðfest, at hon var rakt av lagnutungu sjúkuni alzheimer.

    Ein hjartagóð kvinna, dugnaligur politiskur slóðari og fyrimynd fyri nógvar aðrar kvinnur bæði í og uttan fyri politikk hevur lagt frá sær.

    Æra verið minnið um Lisbeth L. Petersen 

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. august 2024

    35
    Leygardagur 10. august 2024

    Til minnis um Lisbeth L. Petersen

    Fyrrverandi forkvinna Sambandsfloksins andaðist mikudagin 7. august

     
    SkrivaÐ:

    Minningarorð / Sambandsflokkurin

    Mikudagin 7. august, andaðist Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi forkvinna Sambandsfloksins. Lisbeth hevur sett síni djúpu spor bæði í Føroya søgu og í søguna hjá Sambandsflokkinum. Hon umboðaði flokkin bæði í Tórshavnar býráð, á Løgtingi og á Fólkatingi. Í nógvum av hesum sessunum var hon undangongufólk. Hon var fyrsta kvinna, sum var borgarstjóri í Havn, fyrsta føroyska kvinnan, ið hevði sæti á Fólkatingi og fyrsta- og higartil einasta forkvinna í Sambandsflokkinum.

    Men hóast hon á nógvum økjum var undangongufólk, so ansaði hon væl eftir, ikki at taka fleiri uppgávur á seg, enn hon sjálv metti seg at vera klára til. Longu í 1984, tá hon fyrstu ferð varð vald í Tórshavnar býráð, stóð henni í boði at gerast borgarstjóri, men hesum tók hon ikki av. Hon hevur seinni sagt, at hon hevði ongar royndir í býráðspolitikki tá, og sá fleiri møguleikar í samstarvinum við teir flokkarnar, sum hon valdi at fara í samgongu við.

    Men átta ár seinni bleiv hon borgarstjóri. Hetta var í 1992, tá Føroyar vóru í djúpari fíggjarkreppu. Í eini samrøðu við Kringvarpið í 2014 segði hon, at hon ivaðist í, um hon hevði torað at tikið við sum borgarstjóri, um hon frammanundan hevði vitað, at kreppan bleiv so djúp sum hon bleiv. Har skuldu nógv tøk takast, sum ofta raktu meint, men hetta var neyðugt sum støðan var. Hetta arbeiðið gekk tó somikið væl, at á kommunuvalinum í 1996 fekk Sambandsflokkurin sítt besta býráðsval nakrantíð í Havn.

    Á heysti í 1994 stóð tað Lisbeth í boði at gerast løgmaður, men hon tók ikki av. Hon segði orsøkina vera, at ósemja var um, hvør skuldi taka við sum borgarstjóri, um hon legði frá sær, og hetta sá hon sum ein vanda fyri samstarvið í býráðnum. 

    Á vári í 2001 varð Lisbeth vald til forkvinnu fyri Sambandsflokkin, og í november sama ár, varð hon vald á Fólkating. Hetta var ein sera trupul tíð hjá henni, tí maður hennara, Jákup, gjørdist álvarsliga sjúkur, og doyði tann minniliga dagin, 11. september 2001.

    Tann 30. apríl 2002 var løgtingsval, har Sambandsflokkurin, við Lisbeth á odda, vann stórsigur. Hetta hevði við sær, at táverandi fullveldislandsstýri misti meirilutan.

    Løgtingsval var aftur í 2004. Tá hevði Sambandsflokkurin afturgongd, men varðveitti tó støðuna sum størsti flokkur. Longu dagin eftir boðaði Lisbeth frá, at hon legði frá sær sum floksforkvinna. Hetta kom óvart á tey flestu, tí hóast flokkurin hevði havt afturgongd, so var talan ikki um nakað vánaligt úrslit. Men hon hevði tikið avgerðina, og á valinum í 2008 stillaði hon ikki uppaftur.

    At Lisbeth bleiv politikari kom ikki burturúr ongum. Hon vaks upp í politiskum umhvørvi, har pápin var blaðstjóri á Dimmalætting, og bæði abbin og pápabeiggin vóru formenn í Sambandsflokkinum. Lisbeth var sostatt triðja ættarlið í familjuni, sum hevur staðið á odda fyri Sambandsflokkinum.

    Eitt sum altíð hevur eyðkent Lisbet í politikki er áhugin fyri sosiala økinum. Hon veruliga brendi fyri tí. Eisini legði hon stóran dent á, at kvinnur skuldu hava sama rætt sum menn í politikki. Hetta hevði millum annað við sær, at hon hevði sín stóra leiklut í at fáa Demokratia sett á stovn.

    Lisbeth var dóttir Georg L. Samuelsen, sum var ættaður úr Fuglafirði og Rachel f. Fonsdal, sum var ættað úr Vestmanna. Hon var 85 ár, nú hon andaðist.

    Sambandsflokkurin takkar hjartaliga Lisbeth fyri arbeiðið, sum hon gjøgnum nógv ár hevur gjørt fyri flokkin.

    Sambandsflokkurin

     

    Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2024