Leygardagur 24. august 2024 | Nr. 34 | Árgangur 5 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 22
SíÐa 4
SíÐa 8
SíÐa 26
SíÐa 44
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Nú byrjar líka sum at koma røringur í politiska spenningin, nú kommunuval stendur fyri framman.
Tað eru einans gott og væl 11 vikur, 80 dagar, til at vit aftur skulu á val, hesaferð at velja nýggj kommunustýri.
Tað er ikki talan um eitt val, men um fleiri val, tí vit hava framvegis heili 29 kommunur í Føroyum. Í hesum valskeiðinum, ið er farið at halla, varð ein roynd gjørd at leggja kommunur saman, men hon miseydnaðist. Borgararnir í teimum smáu kommunum vildu ikki ganga saman við teirri størru.
Í Suðuroyar og Sandoyar sýslum er onki hent síðan lóggávumyndugleikin heitti á kommunurnar um at leggja saman í størri eindir sjálvbodnar – enn eitt prógv fyri, at royndin við sjálvbodnari samanlegging var ein totalur kiksari.
Hyggja vit eftir hvussu fólkatalið er vaksið hesi seinastu árini, síggja vit, at tað eru tær stóru samanløgdu kommunurnar, sum vaksa, og tær smærru kommunurnar, serliga sunnanfjørs, sum minka.
Tendensurin er nú so týðuligur, at hann ikki er til at taka feil av. Og tó eru tað framvegis røddir, sum halda fast í, at tað einans er ferðasambandið til tær samanløgdu kommunurnar norðanfjørðs, sum er orsøk til at menningin ikki kemur til teirra.
Sandoyingar hava nú fingið sítt samband. Nú verður spennandi at síggja, um tunnilin fer at hava fólkavøkstur við sær. Okkara pástandur er, at við einari kommunu hevði tað verið munin lættari at eggja tilflytarum og nýbyggjarum at koma í Sandoynna at búgva og virka.
Í løtuni búgva um 1300 fólk í Sandoyar sýslu. Tað er minni enn 1/29 av øllum íbúgvunum í landinum. Um tey 55.000 fólkini í Føroyum høvdu verið javnt býtt á tær 29 kommunurnar, sum eru í dag, hevði miðaltalið ligið um tey 1900 í hvørjari. Og har eru kommunurnar enn fimm í tali.
Men kommunurnar eru ikki javnt stórar – so langt frá tí. Í minstu kommununi búgva gott 30 fólk og í teirri størstu yvir 23.000 og tað er støðugt vaksandi. Ójavnin bara veksur uttan nøkur tekn upp á sjálvbodnar samanleggingar og vilja um at hugsa um heildina heldur enn teirra egnu heimrust.
Aftur til kommunuvalið. Tí tað sær út til, at tað verður borgarstjóraskifti í teimum báðum størstu kommununum, og tað ger komandi kommunuval enn meira spennandi.
Møguleiki var fyri, at tað enntá fór at vera í trimum teimum størstu, men í gjár kundi Portalurin fortelja, at borgarstjórin í triðstørstu kommununi stillar uppaftur, og mann hann so ikki vera afturvaldur til borgarstjóra?
Í næststørstu kommununi hevur borgarstjórin boðað frá, at hann ikki stillar uppaftur. *)
Í størstu kommununi eru signalini eitt sindur óviss, men okkurt bendir á at næsta ættarlið ger seg klárt til at taka yvir plássið á valevnislistanum, og harvið eisini at vera eitt gott boð til nýggjan borgarstjóra – valdsmiklasta politiska sess í landinum yvirhøvur.
Spennandi verður at fylgja við, hvat hendir.
(* Tá hesin tekstur varð skrivaður, vóru vit ikki gjørd varug við, at borgarstjórin í Klaksvík hevur boðað frá, at hann hevur ætlanir um at stilla upp til býráðsvalið í november)
Víðagitni bryggjarin, Mikkel Bjergsø, við barr í Havn og nú skjótt eisini ølfestivali, mælir til at geva børnunum øl – alkoholfrítt – heldur enn sodavatn og orkudrykkir
Tórshavn og Føroyar hava nakað, sum nógvir útlendingar stórliga misunna okkum – serliga teimum, ið dáma bjór.
At Tórshavn hevur eina Mikkeller skeinkistovu verður av nógvum fatað, sum eitt góðskustempul fyri býin. Staðurin kann ikki vera keðiligur, um Mikkeller hevur etablerað seg her, eru tað fleiri, sum halda.
Nú fær Havnin eisini ein MBC festival. Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands verður hildin á Vestaru Bryggju í døgunum 11. og 12. oktober. Og enn eru tað fleiri útlendingar enn føroyingar, sum hava skaffað sær atgongumerki. Fyri at heiðra ølinum saman við Mikkeller fólkunum, og ikki minst fyri at sleppa at smakka tær spennandi bjórirnar, sum kunnu upplivast. Harav nakrar eru rættiliga sjáldsamar og forkunnugar.
Forelskaði seg í Føroyum
Tað er nú skjótt sjey ár síðani, at Mikkeller skeinkistovan í aldargomlu Dandastovu lat upp, og síðani tá hevur maðurin handan Mikkeller-konseptið, Mikkel Bjergsø, vitjað javnan í Føroyum.
Vit hittu hann til eitt prát í vikuni, og valdu at byrja við byrjanini. Hvussu fekk Mikkel eyguni upp fyri Føroyum.
- Eg hevði lært Teit – sangaran – at kenna, og hann bjóðaði mær ein túr til Føroya. Tað undarliga við teirri søguni er, at eg kom ongantíð til Føroya tá. Eftir fleiri royndir at lenda í Vágum, vendu vit aftur til Keypmannahavnar, og Føroyaferðin varð av ongum.
- Síðan er tað hent fleiri ferðir, at eg ikki eri komin vegin fram. Millum annað, tá bryggjaríið OY, sum eg eri ein partur av, lat upp. Eg fekk ikki ballið við.
- Men eg slapp til Føroya í aðru royndini. Lærdi nøkur spennandi fólk at kenna, forelskaði meg í landinum, mentanini, matinum, friðinum, náttúruni... Tá eg fekk í boði at innrætta eina barr í Dandastovu í Havn, var eg ikki í iva.
- Tað er stuttligt at fortelja mínum amerikansku øl-vinum um Mikkellerbarrina í Havn, sum heldur til í einum húsi, sum eru eldri enn teirra tjóð...
- Eg havi verið nógv í Føroyum síðan vit lótu Mikkeller barrina upp. Serliga undir korona var eg nógv her. Tað var ein harrans lætti at koma higar, har avmarkingarnar ikki vóru so nógvar og strangar, sum eg upplivdi í Danmark og aðrastaðir, sigur Mikkel Bjergsø.
Byrjaði at bryggja í 2003
Søgan um skúlalæraran, sum fór undir at bryggja øl í stovuni í íbúðini á Vesterbro í 2003, og sum eftir fáum ølum gjørdist millum heimsins gitnastu ølbryggjarar, er væl kend eftirhondini.
Sigast má, at Mikkel Bjergsø hevur havt stóra eydnu við virksemi sínum. Fyrsta Mikkeller barrin lat upp á Vesterbro í 2007, og nú er talið av skeinki- og matstøðum komið upp á næstan 40, flestar runt um í Danmark, men eisini í Malmö og Stockholm í Svøríki, Sapporo og Tokyo í Japan, London í Bretlandi, Tallin í Estlandi, Seul í Suðurkorea, Amsterdam í Niðurlondum, Paris í Fraklandi, Oslo í Noregi, Berlin í Týsklandi, Taipei í Taiwan, Bangkok í Teilandi og í Havn.
Undirtøkan fyri Mikkeller-barrunum er stór, tí tann tilvitaði ølkundin veit altíð, at her fær hann okkurt spennandi bryggj at drekka – og næstan altíð eisini okkurt, sum hann ikki hevur smakkað fyrr.
Eksperimenterandi
Tí Mikkeller hevur altíð verið eksperimenterandi við síni brygging.
- Um tú sammetir við vín, so er bjór so øgiliga nógv meira spennandi at fáast við. Í vínframleiðslu er tað einans ein spurningur um hvørja drúvu tú brúkar, og kanska hvussu tú blandar tær. Við bjóri er tað nakað heilt annað – umframt vanliga tilfarið, malt og humlu, so hevur tú møguleika at leggja alskyns smakkir afturat, vísir Mikkel Bjergsø á.
Og hann hevur roynt so at siga alt. Beikst, søtt, súrt og ræst. Alskyns fruktir, urtir, kaffi, sjokolátu, góðgæti, smákøkur, dessertir – møguleikarnir eru óendaligir.
Í seinastuni er Mikkel Bjergsø tó farin eitt sindur frá øllum hesum. Hann er vorðin troyttur av teimum krúddaðu humluríku IPA-ølunum, og er farin aftur til góða gamla lager- og pilsnarølið.
Tí verður kekkiska Budvar eisini umboðað á ølfestivalinum í Havn í oktober. Budvar er upprunapilsnarin. Kanska eitt sindur undarligt, at gamla kekkiska statsbryggjaríið, sum staturin framvegis eigur, er við á eini eitt sindur flipputari ølfestivali hjá Mikkeller. Men hetta skal síggjast sum ein fagnaður av uppruna pilsnaranum frá Plsen, sigur Mikkel Bjergsø, og vísir errin á, at Mikkeller eisini eru sloppið at bryggja onkra øl saman við hesum gamla kekkiska statsbryggjarínum.
Gev børnunum øl heldur enn orkudrykkir
Eitt annað rák innan bjórbrygging, sum Mikkel Bjergsø eisini talar heitt fyri, er alkoholfríu bjórirnar, hvørs marknaður er vaksin við stórari ferð hesi seinastu árini.
- Eftir hondini er upp móti 30 prosent av okkara sølu alkoholfríar øl, sigur Mikkel Bjergsø, og kemur síðan við kvøldsins mest óvæntaðu útsøgn:
- Eg haldi, at børn skuldu drukkið meira øl – altso alkoholfríar, sigur hann.
Meðan vit gánandi sita sum kánus, grundgevur hann útsøgnina:
- Øl er ikki nakar ósunnur drykkur. Í einari øl frá okkum finnur tú kanska okkurt einstakt íblandingarevni – E-nummar – fyri at geva rætta litin. Alt annað er nátúrligar og sunnar vørur.
- Í mótsetning til leskidrykkirnar og ikki minst orkudrykkirnar, sum børn og ung fylla í seg nú á døgum, har er listin av E-numrum nærum óendaligur. Tað kann ikki vera sunt at drekka slíkt. Heima hjá okkum fáa børnini øl heldur enn sodavatn.
Fagna bjórinum
Aftur til ølfestivalin, sum verður hildin í Silo á Vestaru bryggju í Havn í døgunum 11. og 12 oktober.
- Vit hava hildið slíkar ølfestivalir í Keypmannahavn í nógv ár eftirhondini. Ein hevur eisini verið í Boston. Vit kalla tað ikki ein festival, men siga heldur, at tað er ein fagnaður – celebration – har vit bjóða bryggjarum, bjórelskarum og øðrum at njóta ølirnar saman við okkum.
- Tiltøkini í Øksnehallen í Keypmannahavn hava verið óvanliga væl móttikin. Fleiri túsund fólk koma at vitja, og tey standa í bíðirøð fyri at koma fyrst framat til teir best umtóktu ølkranarnar at smakka.
- Eg veit eisini um fólk úr bæði Japan og Amerika, sum hava bílagt sær ferð til Føroya og keypa atgongumerki til MBCFI. Og amerikanararnir koma fyri eitt nú at fáa høvi at smakka amerikanskar øl!
- Vit hava nevniliga nøkur heilt spennandi bryggjarí við. Smá bryggjarí, hvør øl so at siga ikki eru til at skaffa, tí framleiðslan er so avmarkað. Men nú fáa vit so møguleika at smakka tær í Føroyum – tað verður rættiliga forkunnugt.
Mikkel Bjergsø nevnir eitt nú bryggjaríið 3 Sons Brewing Co. í Florida, ið er gitið fyri rættiliga góðar øl, og sum fólk ferðast langt eftir at uppliva, og sum eru rættiliga truplar at fáa fatur á. Sama er galdandi fyri niðurlendska mikrobryggjaríið Bofkont, hvørs súru lambic-øl næstan ikki eru til at uppdríva.
25 bryggjarí við
Tilsamans 25 bryggjarí verða við á ølfagnaðinum í Silo í oktober. Hvørt bryggjarí kemur við við átta ymsum ølum (Budvar undantikið), og skal bjóða minst tvær ymsar øl á hvørjari ‘sessión’, sum tey kallað. Tað eru summir øl-‘nørdar’, sum vilja royna allar ølirnar, og teir mugu so keypa atgongd til allar ‘sessiónirnar’.
MBCFI-festivalurin verður sostatt í fýra umførum – tvey fríggjadag og tvey leygardag. Møguleiki er at keypa atgongd til hvørt umfar sær, ella fyri øll. Hvørt umfar varir í tríggjar tímar, frá klokkan 13 til 16 og 17 til 20 báðar dagarnar.
Meira um tiltakið og atgongumerki á heimasíðuni hjá tiltakinum
Umframt ølsmakking verður eisini skipað fyri øðrum tiltøkum í sambandi við festivalin. Summi tiltøk snúgva seg um øl, men tað eru eisini onnur tiltøk, so sum siglitúrur, gongutúrar og rennitúrar av ymsum slag.
Á festivalinum verður eisini t.d. tattovørur til staðar, og livandi tónleikur verur eisini á skránni.
Mikkel Bjergsø avmyndaður uttan fyri Mikkeller Bar í Gongini í Havn saman við Daniel Vous Pedersen, fyriskipara - event manager - av ølfestivalinum
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2024
- Og argasti andstøðingur hansara í býráðnum stillar nú upp á sama lista
Fríggjadagin varð valevnislistin til listan, sum vanliga fær heitið A á býráðsvalinum í Runavíkar kommunu latin inn. Talan er um listan, sum hevur sitið við valdinum í kommunustýrinum í skjótt eitt mannaminni, og sum fekk sjey av 11 býráðslimum við seinasta val.
Og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sum fekk nógv flestar atkvøður fyri fýra árum síðani, er á listanum. Tað hevur annars verið ivasamt um karismatiski borgarstjórin í Føroya triðstørstu kommunu og Føroya størstu kommunu uttan flokspolitiska uppstilling, fór at stilla uppaftur.
Á býráðsvalinum fyri fýra árum síðani vóru fýra listar. Listi B við valevnum úr Søldarfirði fekk eitt umboð, Listi C við valevnum av Skála fekk eitt umboð, meðan tann tá nýggi borgaralistin, Listi D við valevnum úr allari kommununi, fekk tvey umboð úr ávikavist Skála og Søldarfirði.
Listi A, sum fekk yvir 60 prosent av atkvøðunum er vanliga mannaður við fólkum úr Runavík og bygdunum harumkring umframt Oyndarfirði.
Í ár er ein skálamaður við á hesum listanum, nevniliga Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum, sum seinast stillaði upp á borgaralistanum, tó uttan at vera valdur.
Jonhard Danielsen
Eitt annað óvæntað navn er Jonhard Danielsen, søldfirðingur, sum eisini stillaði upp á Lista D seinast og varð valdur við 102 persónligum atkvøðum. Undan tí hevur hann verið valdur á ‘Søldafjarðarlistanum’.
Nú er hann á sama lista sum Tórbjørn Jacobsen, og tað undrar helst fólk í nærumhvørvinum, tí tað er alment kent, at teir báðir seinastu árini hava verið ógvuliga ósamdir, og hetta er eisini komið fram, í almennum lesarabrøvum hjá Jonhard Danielsen.
Seks av teimum sjey, sum vórðu vald á Lista A seinast, stilla upp aftur hesaferð. Elin Klein Joensen úr Oyndarfirði stillar ikki uppaftur.
“Listi A” (bókstavaheitini eru ikki útlutað enn) til býráðsvalið í Runavíkar kommunu sær soleiðis út:
Valevnini frámerkt * sita í býráðnum í løtuni.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2024
Innandura skjótihøllin kostaði umleið 14 milliónir krónur
Peter Hummelgaard klipti fyrrapartin fríggjadagin snórin til nýggju skjótihøllina hjá løgregluni.
Skjótihøllin er í gomlu smoltstøðini í Norðradali, og hevur kostað umleið 14 milliónir krónur at gera.
Høllin ger tað møguligt hjá politinum at hava skjótivenjingar alt árið uttan mun til veður og vind.
(Myndir: Jens Kristian Vang)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2024
Mánadagin og týsdagin fer partur av landsstýrinum til Danmarkar at fundast við donsku og grønlendsku stjórnirnar
Í næstu viku fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen til Danmarkar.
Mánadagin 26. august er ríkisfundur, og týsdagin 27. august er fundur í samstarvsráðnum.
Londini skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og við ársbyrjan tók Danmark yvir formansskapin frá Grønlandi. Ríkisfundurin hesa ferð verður hildin í Aalborg, heimstaði hjá Mette Frederiksen, forsætisráðkvinnu.
Til ríkisfundin luttaka løgmaður, danski statsministarin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. Tey trý fara at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.
Fundur í samstarvsráðnum
Týsdagin 27. august verður fundur í samstarvsráðnum, har eisini landsstýrismaðurin við uttanríkis- og vinnumálum, fíggjarmálum og lógarmálum eru við saman við viðkomandi donskum og grønlendskum ministarum.
Á fundinum skulu londini umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.
Eftir fundin í samstarvsráðnum, verður almennum tíðindafundur kl. 13 føroyska tíð, har Aksel V. Johannesen, Mette Frederiksen og Múte B. Egede luttaka.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2024
Eitt av fýra flogførum hjá Atlantic Airways ikki er í flúgving - tað ávirkar flogferðsluna
Hjá Atlantsflogi hava tey úr at gera við at svara spurningum í hesum døgum. Ringa veðrið hevur havt við sær seinkingar, men afturat tí er eitt flogfar tikið úr flúgvingini.
Tí kann roknast við seinkingum í flogferðsluni í øllum førum næstu vikuna, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
Orsøkin til at flogfarið er "groundað" - sum tað eitur á fakmáli - er, at, ein motorur skal skiftast.
Tað er soleiðis, at motorarnir hava eitt hámark fyri túrum, og undir vanligum umstøðum varð motorurin skiftur út um ein mánað. Men framleiðarin hevur afturkallað motorin longu nú, og tí er hendan støðan íkomin, greiðir Jóhanna á Bergi frá.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi (Mynd: Sverri Egholm)
Flogfarið stendur í Vágum, og bíðað verður nú eftir einum nýggjum motori, sigur Jóhanna á Bergi, sum ikki torir at siga júst nær motorurin verður skiftur.
Atlantic Airways hevur fýra flogfør, sum taka sær av flúgvingini hjá felagnum, sum fevnir um fastar rutur, men eisini um leigutúrar. Í mest møguligan mun hevur flogfelagið leigað onnur flogfør inn til aðrar túrar enn rututúrar, hetta so at óneyðugt ólag ikki kemur á rutuflúgvingina.
Stjórin í Atlantsflogi sigur, at tað næstu vikuna í øllum førum kunnu væntast seinkingar.
Nógv trýst er á telefonlinjunum á kundatænastuni hjá Atlantsflogi, og bíðirøðin at sleppa ígjøgnum er long. Ferðafólk fáa sms-boð um broytingar, og fylgjast kann eisini við á heimasíðuni hjá Atlantsflogi og hjá Vága Floghavn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2024
Meksikanski høvuðskokkurin á Ræst streyk avstað við vinninginum, og skal umboða Føroyar í finaluni í Arctic Young Chef
Tað verður 29 ára gamli meksikanarin Sebasian Jimenez Garcia, sum skal umboða Føroyar, tá finalan í kokkakappingini Arctic Young Chef verður hildin í Hørpuni í Reykjavík í heyst.
Leygardagin var føroyska kokkakappingin hildin á tekniska skúla í Klaksvík í sambandi við sjómannadagin har.
Tað er NORA, norrønt atlantssamstarv, við høvuðsæti í Havn, sum hevur tikið stig til hesa kappingina, sum verður hildin í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og ‘Strandanoregi’, sum eisini er virkisøki hjá hesum norðurlendska stovni, sum annars fæst mest við at stuðla og fíggjað vinnuligum verkætlanum, sum kunnu føra hetta øki longur fram á leið.
Høvuðskokkur á Ræst
Hetta var fyrstu ferð yvirhøvur, at skipað varð fyri kokkakapping í Føroyum. At vinnarin gjørdist ein meksikanari var kanska ikki so óvæntað, tí Sebastian Jimenes Garcia er høvuðskokkur á stílskapandi og nógv róstu matstovuni Ræst heima í Havn, sum av flestu matummælarum bæði her heima og úti í verð, verður mett at vera tann allarbesta í Føroyum, nú Koks ikki longur er virkið her á landi.
Fimm ungir kokkar vóru við í kappingini, og tveir teirra vóru framhevjaðir, tá Høgni Hoydal landsstýrismaður kunngjørdi vinnaran av pallinum hjá Sjómannadegnum. Hin var Jógvan Winther Poulsen, sum hevur staðið í læru í Áarstovu, og eisini hevur arbeitt á Koks, men nú arbeiðir á matstovu í Keypmannahavn. Hann gjørdist nummar tvey í kappingini.
Hinir kokkarnir vóru Gundur Ellingsgaard Petersen, kokkur á Fiskastykkinum, Mogens Højsted, kokkur á Brandan og John Eli Kristmundsson, kokkur á Landssjúkrahúsinum.
Dómarar í kappingini vóru íslendingurin Hinrik Carl Ellertsson og føroyingarnir Petrine Nólsoy Larsen og Jákup Sumberg.
Føroyskt møtir útlendskum
Um matin hjá vinnaranum, Sebastian Jimines Garcia, søgdu dómararnir m.a., at hann hevði ‘bestu javnvág í rættinum, har føroyskt møtti útlendskum í nýggjum hami’. Um Jógvan Winther Poulsen søgdu teir, at hann vísti ‘væl frágingið handverk, góðan smakk við áhugaverdum menningarmøguleikum’.
Høgni Hoydal landsstýrismaður fegnaðist um, at tikið er stig til slíka kapping, og at tað eisini eru staðbundnar rávørur, sum verða brúktar í hesum kappingum soleiðis at lokala tilfeingið kann virðast og virðisøkjast.
Luttakararnir í føroysku kappingini skuldu gera ein forrætt og ein høvuðsrætt innan fyri tríggjar tímar, og brúka skrubbu, saltfisk umframt tara, hvítamei, hvíta og føroyska dild í sínum rættum.
Kappingar hava fyrr verið í Íslandi, har vinnarin gjørdist Andrés Björgvinsson og í Grønlandi, har Lars Abelsen vann. 11. september verður ein norskur finaluvinnari funnin í Mosjøen, og finalan verður hildin í Hørpu í Reykjavík í sambandi við arktisku ráðstevnuna Arctic Circle Assembly í oktober.
Vinnarin av lokalu hálvfinalunum fær 10.000 kónur, meðan finnarin í finaluni, fær 25.000 krónur umframt eitt uppihald á Michelin matstovuni Koks í Grønlandi í eina viku.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2024
Kemur á Gøtu í dag, har Varðin skipar fyri móttøku á havnarlagnum í Norðragøtu
Nýggi Finnur Fríði kemur á Gøtuvík í dag, har stór mótøka verður á bryggjuni í Norðragøtu fyri skipinum.
Talan er um eitt 88 metrar langt og knapt 17 metrar breitt nýmótans uppsjóvarskip, sum lastar umleið 3.000 tons av uppsjóvarfiski.
Skipið skal fiska makrel, sild, svartkjaft og lodnu, sum eru somu fiskasløg, sum undanfarni Finnur Fríði hevur fiskað seinastu knapt 21 árini.
Sáttmálin fyri nýggja Finn Fríða bleiv undirskrivaður í desember í 2021, og skipið skuldi eftir ætlan latast reiðarínum í januar í ár, tó hava ymsar seinkingar havt við sær at skipið er seinkað nakað, men nú nærkast av álvara til skipið kemur til Føroyar.
Sí: Myndir: Soleiðis sær Finnur Fríði út
(Mynd: Karstensens Skibsværft)
Fjórði nýbygningurin hjá Varðanum
Varðin er eitt tað størsta reiðaríið um okkara leiðir tá ið talan er um uppsjóvarvinnuna, og felagið hevur flutt seg langt síðani tað bleiv stovnað í 1985.
Tað vóru menn úr Gøtu, sum tóku stig til at byggja nóta- og trolbátin Trónd í Gøtu, sum varð grundarsteinurin undir Varðanum.
Tróndur i Gøtu varð bygdur í Noregi, og Tróndur í Gøtu byrjaði sín fyrsta túr 19. januar 1987.
Byrjanin gjørdist tung. Bæði fiskiskapur og prísur sviku frá byrjan, so fyrstu árini vóru sera avbjóðandi og persónligi váðin var stórur.
Stór vælvild, ábygdarkensla og vilji frá eigarum og starvsfólkum bjargaði tó felagnum og fyrst í 1990-unum broyttist gongdin til tað betra.
Varðin keypti síðani eitt eldri uppsjóvarskip, sum hevði navnið Finnur Fríði, og fyrst í hesi øldini varð sáttmálið undirskrivaður um eitt nýtt og framkomið uppsjóvarskip, sum bleiv bygt á Langsten skipasmiðjuni í Noregi. Hetta skipið kom til Føroyar beint fyri jól í 2003, og skuldi avloysa gamla Finn Fríða.
Seinni undirskrivaði Varðin sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna í Skagen um at byggja eitt nýtt og framkomið uppsjóvarskip, sum skuldi avloysa Trónd í Gøtu, sum nú hevði tænt fyri seg.
Hetta skipið kom í føroyska flotan í mars í 2010, og var líka fram til 2021 tá ið núverandi Christian í Grótinum kom á Klaksvík fyri fyrstuferð í mars mánaða 2021, nýggjasta uppsjóvarskipið, sum vit høvdu í føroyska flotanum.
Ætlanin var at selja gamla Finn Fríða
Sum kunnugt bleiv Tróndur í Gøtu seldur til Noreg í mai mánaða, men tað var ongantíð ætlanin at selja hetta skipið.
Gamli Finnur Fríði, sum nýbygningurin skuldi avloysa, varð settur á sølulista, og reiðaríið fekk nakrar fyrispurningar uppá skipið, men tíðliga í ár, fekk reiðaríið eitt gott boð uppá Trónd í Gøtu, og valdi at selja skipið av landinum og tí manglaði Varðin eitt skip at fiska kvoturnar hjá hesum skipinum.
Tí var tað natúrligt at Finnur Fríði, sum bleiv verandi í flotanum, fekk navnið Tróndur í Gøtu, og fór at fiska kvoturnar hjá skipinum, sum varð selt av landinum.
Av tí at Tróndur í Gøtu bleiv seldur, hevur reiðaríið ætlanir um at fara í gongd við at byggja eitt nýtt uppsjóvarskip fyri hetta skipið, men enn er tað ikki komið á mál, av tí at man valdi at leggja orkuna í nýggja Finn Fríða, sum var í ger.
Stór mótøka fyri nýggja Finn Fríða
Hósdagin tók varðin yvir nýggja skipið frá Karstensens Skibsværft, tá Bogi Jacobsen vant Merkið á stong.
Seinnapartin setti Finnur Fríði so kós móti Føroyum, og í dag verður stásiliga skipið væntandi at síggja á Gøtuvík. Í hesum sambandi skipar reiðaríið fyri stórari mótøku
Les eisini: Nýggjur Finnur Fríði bílagdur
Les eisini: Video: Skrokkurin av Finni Fríða sjósettur í Póllandi
Les eisini: Nýbygging: Fjórða skipið við navninum Finnur Fríði
Les eisini: Video: Nýggi Finnur Fríði sleipaður til Skagen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2024
11 ákærur móti unga manninum. Flestu brotini vórðu framd í fjør
Ein 21 ára gamal maður situr 2. september á ákærubeinki tá nevningating verður í Føroya rætti.
Kringvarpið skrivar, at maðurin er ákærdur fyri neyðtøku, neyðtøkuroynd og fyri at hava samlegu við tvær gentur, sum vóru yngri enn 15 ár.
Maðurin er í einari ákæru ákærdur fyri minst fimm neyðtøkur móti somu gentu.
Flestu brotini, hann er ákærdur fyri, vóru framd í 2023. Eitt brot var í 2022 og eitt í 2021.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2024
Hann skal sita í varðhaldi til 5. september
Grønlendski landsrætturin staðfesti týsdagin avgerðina hjá rættinum í Nuuk um, at Paul Watson framhaldandi skal vera varðhaldsfongslaður.
Tað var hósdagin í síðstu viku, at rætturin í Nuuk longdi varðhaldsfongslingin av hvalaaktivistinum, meðan danska løgmálaráðið viðger málið um útflýggjan til Japan.
Paul Watson kærdi avgerðina til landsrættin, sum nú altso hevur staðfest avgerðina. Paul Watson verður tískil fyribils sitandi til 5. september.
Hvalaaktivisturin varð handtikin tá hann 21. juli við skipinum John Paul deJoria legði at bryggju í Nuuk, har teir skuldu bunkra.
Síðan hevur hann sitið í varðhaldi. Tað er danska løgmálaráðið sum skal taka avgerð um Paul Watson skal útflýggjast til Japan til rættarsókn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2024
Undirtøkan fyri Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu øktist munandi eftir, at Heðin Mortensen fór upp í flokkin í 2004
Enn er ikki greitt, um Heðin Mortensen stillar upp á kommunuvalinum 12. november í ár. Hann hevur sitið í býráðnum síðan 1. januar 1973.
Men borgarstjórin í Havn hevur havt stóra ávirkan. Undirtøkan fyri Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu øktist munandi, eftir at Heðin Mortensen fór upp í flokkin eftir kommunuvalið í 2004.
Javnaðarflokkurin fekk á hvørjum kommunuvali frá 1988 til 2004 tvey umboð vald í Tórshavnar kommunu. Serliga vóru Elin Lindenskov og Tórfinn Smith drúgv í hesum tíðarskeiði.
Tá ið Heðin Mortensen fór úr Sambandsflokkinum upp í Javnaðarflokkin øktist undirtøkan týðiliga hjá flokkinum í høvuðsstaðnum. Stóra persónliga undirtøkan hjá Heðini Mortensen sum borgarstjóra hevði við sær, at flokkurin lyfti seg úr tveimum umboðum upp í fimm umboð í 2008.
Kommunuvalini eftir fekk Javnaðarflokkurin sjey umboð í 2012, fimm umboð í 2016 og seks umboð í 2020.
Valúrslitini fyri Tórshavnar kommunu á valurslit.fo røkka sum er aftur til 1988.
Ábendingar eru um, at atkvøðuslúkurin í Havn ikki stillar upp aftur til býráðsvalið. Dóttir hansara, Elin Heðinsdóttir Joensen, fer helst at stilla upp fyri Javnaðarflokkin, skrivaði in.fo í vikuni, og hon ger greitt, at bæði stilla ikki upp.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2024
Ert tú borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu fyri fyrstu ferð, so kanst tú vænta at fáa fleiri persónligar atkvøður á næsta kommunuvali
Ert tú borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu fyri fyrstu ferð, so kanst tú vænta at fáa fleiri persónligar atkvøður á næsta kommunuvali.
Sonevnda borgarstjóraeffektin ella borgarstjóraávirkanin er eyðsýnd í Klaksvík. Í stuttum snýr hugtakið borgarstjóraávirkan seg um, at ein borgarstjóri kann hava ein fyrimun í mun til hini valevnini, tí viðkomandi er kendur og sjónligur í kommununi.
Heimasíðan valurslit.fo vísir á, at síðani 1980 hava tað verið seks borgarstjórar í Klaksvíkar kommunu. Fleiri teirra hava røkt borgarstjórasessin fleiri valskeið. Tey eru Jógvan við Keldu, Steinbjørn B. Jacobsen og Jógvan Skorheim. Hagtølini niðanfyri byggja á teirra fyrsta valskeið sum borgarstjórar.
Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum varð fyrstu ferð valdur til borgarstjóra í 1980. Á kommunuvalinum í 1980 fekk hann 208 persónligar atkvøður. Á kommunuvalinum í 1984 fekk hann 330 persónligar atkvøður.
Óli Heinesen úr Javnaðarflokkinum varð valdur til borgarstjóra í 1988. Á kommunuvalinum í 1988 fekk hann 122 persónligar atkvøður. Á kommunuvalinum í 1992 fekk hann 193 persónligar atkvøður.
Steinbjørn O. Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum varð fyrstu ferð valdur til borgarstjóra í 2000. Á kommunuvalinum í 2000 fekk hann 209 persónligar atkvøður. Á kommunuvalinum í 2004 fekk hann 391 persónligar atkvøður.
Gunvá við Keldu úr Fólkaflokkinum varð vald til borgarstjóra í 2008. Á kommunuvalinum í 2008 fekk hon 188 persónligar atkvøður. Á kommunuvalinum í 2012 fekk hon 302 persónligar atkvøður.
Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri varð fyrstu ferð valdur til borgarstjóra í 2012. Á kommunuvalinum í 2012 fekk hann 231 persónligar atkvøður. Á kommunuvalinum í 2016 fekk hann 729 persónligar atkvøður.
Verandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen úr Sambandsflokkinum, stillaði fyrstu ferð upp á kommunuvalinum 2020. Hann hevur á tíðindaportalinum in.fo boðað frá, at hann stillar upp á kommunuvalinum í november. Á seinasta kommunuvali fekk hann 230 persónligar atkvøður.
Fleiri valúrslit síggjast á valurslit.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2024
Landsstýriskvinnan við heilsumálum arbeiðir við málinum og væntar eina niðurstøðu í hesum árinum
Eftir ætlan skal viðgerðarstovnurin Heilbrigdi virka í gamla nonnukleystrinum í Havn.
Hesum arbeiðir landsstýriskvinnan við heilsumálum, Margit Stórá, við. Tað upplýsir hon fyri útvarpinum.
- Hetta er ein góð loysn, sum eg havi fingið politiska undirtøku fyri at arbeiða víðari við sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum við útvarpið. Hon væntar eina niðurstøðu í hesum árinum.
Húsini, sum Heilbrigdi húsast í á Velbastað, eru í ringum standi, og arbeitt hevur verið við einari loysn.
Fyri einari viku síðan vóru seinastu Fransiskanarasystrarnar av landinum. Fimm nonnur hava seinastu árini búð í kleystrinum Kerit í Varðagøtu í Havn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2024
2.660 ferðafólk og 1.000 starvsfólk vóru við 300 metrar langa ferðamannaskipinum, Nieuw Statendam, sum vitjaði í Havn sunnudagin
Fyrraparturin í havnargøtum sunnudagin bar brá av stóru vitjanini, sum Tórshavnar havn fekk tíðliga sunnumorgunin.
300 metrar langa ferðamannaskipið, Nieuw Statendam, við 2,660 ferðafólkum umborð og 1.000 starvsfólkum legði at klokkan 9 fyrrapartin.
Í sambandi við komuna hjá Nieuw Statendam høvdu fleiri handlar í Havn opið frá klokkan 10.
Skipið fór avstað aftur klokkan 18.
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2024
Høllin sum skal lata upp síðst í januar 2025 hevur fingið stjóra
Tað verður Regin W. Dalsgaard, sum fer at stjórna og leiða nýggju Stórhøllina við Tjarnir.
Regin, sum er 40 ára gamal, hevur drúgvar royndir úr vinnulívinum og er útbúgvin innan altjóða sølu og marknaðarføring. Hann tekur við nýggja starvinum beinanvegin.
Eftir ætlan skal Stórhøllin við Tjarnir lata upp síðst í januar 2025, og komandi hálva árið fer nýsetti stjórin at fáa praktisk viðurskifti uppá pláss, umframt at bjóða høllina út í altjóða høpi.
- Mín fremsta uppgáva verður at skapa lív í hesar framúr góðu karmarnar, sum verða við Tjarnir. Alt innihaldið skal nú byggjast upp frá grundini, tí vit á fyrsta sinni kunnu bjóða okkum fram til at hýsa tiltøkum, sum vit ongantíð áður hava kunnað hýst í Føroyum. Arbeiðið við at bjóða okkum fram má byrja alt fyri eitt, og eg gleði meg til hesa spennandi uppgávu - bæði til altjóðakappingar í ítrótti, stórar konsertir, mentanarlív og altjóða ráðstevnir. Hetta fer at økja okkara møgleikar munandi, sigur Regin W. Dalsgaard.
Stórhøllin við Tjarnir, sum er í trimum hæddum, hevur eina samlaða gólvvídd á 8.100 fermetrar. Hon er vælegnað til alt frá landsdystum til stórar konsertir og onnur tiltøk, so sum samfelagsmøtir ella ráðstevnur.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Høllin hevur 2.200 sitipláss og 500 standipláss til hondbóltsdystir, og upp til 4.700 siti- og standipláss til konsertir, so tað er munandi meiri, enn vit higartil hava havt her á landi.
Umframt tiltøkini verður Stórhøllin við Tjarnir eisini karmur um heilsugransking. Ein sáttmáli er gjørdur við Fróðskaparsetur Føroya um ein nýggjan ítróttarfakligan vitanardepil, sum fer at savna og menna gransking og vitan innan ítrótt, heilsu og rørslu.
Tað er nevndin fyri Stórhøllina við Tjarnir, ið hevur sett Regin W. Dalsgaard. Í nevndini eru Guðrið Højgaard, Bergur Poulsen, Heðin Mortensen, Annika Olsen og Elin Heðinsdóttir Joensen. Nevndarformaðurin, Heðin Mortensen, fegnast um, at Regin W. Dalsgaard er settur sum stjóri, og nevndin hevur fult álit á, at hann fer at leiða Stórhøllina væl fram á leið.
Tilsamans 16 umsøkjarar vóru til starvið.
Les eisini: Myndarøð: Stórhøllin við Tjarnir verður nú innilokað
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2024
Higartil hevur bert verið borðreitt fyri gestunum á hotellinum, men nú er matstovan latin upp fyri almenninginum
Í eina rúma tíð hevur Hotel Vágar, hotellið við flogvøllin, verið opið fyri gistandi gestum eftir umfatandi umvælingina og uppstigingina av hotellinum.
Men matstovan, sum einaferð var eitt vælumtókt ferðamál hjá bæði vágafólki og ferðandi úr restini av landinum og útheiminum, hevur ikki verið opin fyri øðrum enn gestunum á hotellinum.
Men hósdagin lat matstovan uppaftur fyri almenninginum. Morgunmatur er millum kl. 06 og 10, og nátturði er at fáa millum kl. 17.30 til 21.
Matskráin er at síggja á heimasíðuni hjá hotellinum, og her framgongur, at matstovan bjóðar tríggjar ymsar forrættir fyri 125 krónur og fýra høvuðsrættir – tveir kjøtrættir, ein fiskarættur og ein vegetarrættur – fyri 225-250 krónur umframt tvey omaná fyri 85 krónur. Hartil er serlig barnamatskrá.
Tað er eitt partafelag hjá Atlantsflog, sum nú eigur og rekur Hotel Vágar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2024
Fólkatalið vaks við 333 persónum seinasta árið, og 1. juli búðu 54.815 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,6 prosent, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði
Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram, men vøksturin gerst minni fyri hvørjar tólv mánaðar, sum ganga.
Tað skrivar Hagstova Føroya.
Frá 1. juli í fjør til 1. juli í ár vaks fólkatalið við 333 fólkum ella 0,6 prosentum. Tað eru knapt 200 fólk færri enn í undanfarna tíðarskeiði, tá vøksturin var eitt prosent. Størsta broytingin var í nettoflytingini, sum minkaði niður í helvt. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi upp á 144 og eini nettoflyting upp á 189 fólk.
Samanborið við tíðarskeiðið frá 1. juli 2022 til 1. juli 2023 minkaði nettoflytingin niður í helvt, serliga, tí færri fluttu til Føroya. Burðaravlopið minkaði eisini. Seinasta árið var tað 144 fólk og tíðarskeiðið frammanundan var tað 184. Høvuðsorsøkin var, at færri børn vórðu fødd.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2024
Árgangurin 2017 er vaksin 16 prosent
Um 740 spent børn fóru í 1. flokk í síðstu viku. Tey eru næstan øll fødd í 2017.
Í 2017 vórðu 658 børn fødd í Føroyum. Sum vanligt er, er árgangurin vaksin. Nú, sjey ár seinni, eru tey sløk 110 fleiri í árganginum, tí fleiri eru flutt til Føroya.
Árgangurin er vaksin 16 prosent.
Tað upplýsir Hagstova Føroya.
81 prosent av teimum eru fødd í Føroyum. 15 prosent eru fødd í Danmark. Fýra prosent fødd aðrastaðni, m.a. Filipsoyggjunum og Ukraina.
Flestu gentur eita Lív og tær eru átta tilsamans. Næstflestar eita Lea.
Flestu dreingir eita Elias og teir eru níggju tilsamans. Næstflestir eita Silas.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2024
Tað eru føroyingar, ið eiga FK, og tí kenni eg tað eisini sum ein heiður at fáa hesa uppgávuna, sigur Jan Djurholm
Nýggi deildarstjóri í FK í Hoyvík, Jan Djurholm, er uppvaksin í Danmark og kemur til Føroya, úr einum starvi í Grønlandi. Men røturnar eru føroyskar, og hann følir seg heima her, har størsti parturin av familjuni eisini býr
Mamma hansara, Ingrid Djurholm, var úr Kollafirði. Hon flutti á ungum árum til Danmarkar, har hon hitti og giftist dananum Kaj Nielsen. Nærum hvørt summar ferðaðist familjan til Føroya at vitja, og hetta hevur Jan hildið fast í, eisini eftir, at hann sjálvur fekk børn.
- Mamma mín hevur altíð tosað føroyskt við okkum, so tað føroyska hevur altíð verið ein partur av mær. Vit hava eisini altíð følt okkum heima í Kollafirði, har vit hava brúkt so nógva tíð í uppvøkstrinum, greiðir Jan frá.
Í 1998 valdi Jan flyta til Føroya, har tey búðu í seks góð ár. Nógv minnast uttan iva Jan úr SMS, har hann starvaðist um aldarskiftið.
Fyri 20 árum síðan fóru tey niður aftur, ikki minst fyri at børnini kundu vera meira saman við abbum og ommum, ið búðu har.
Men nú Ingrid, sum tann seinasta í tí ættarliðnum, andaðist fyrr í summar, kendist løtan røtt at venda nøsina heim aftur til Føroyar. Tá møguleikin at gerast Deildarstjóri í FK í Hoyvík samstundis bleiv veruleiki, so var avgerðin ikki trupul at taka.
- Børn okkara eru vaksin. Sonurin er í Arktisk Kommando, meðan dóttirin er flutt heimanífrá og lesur í Keypmannahavn, og næstan øll okkara familja býr í Føroyum, so hetta kennist sum at koma heim, sigur Jan.
Eisini konan, Nattakarn, var glað um at flyta til Føroyar, har hon longu hevur fingið starv á heiminum í Vallalíð.
Jan Djurholm er sera spentur um uppgávuna, at fáa raksturin av FK at blóma aftur.
- Eg kenni til plássið, ið FK hevur í føroysku tilvitskuni. Tað eru føroyingar, ið eiga FK, og tí kenni eg tað eisini sum ein heiður at fáa hesa uppgávuna. Eg kann lova okkara kundum, at eg fari at gera mítt, fyri at FK gerst tann handilin, ið føroyingar hava uppiborið.
Men hvussu er við málinum?
- Tað gongur nokk minst eitt hálvt ár til, eg fari at hætta mær at tosa føroyskt, flennur Jan. Tí hóast hann skilur alt, og eisini dugir orðini, so er hann tilvitaður um, at úttalan ikki er heilt uppá pláss, í øllum førum ikki enn.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2024
Ætlanin er at væl útgjørda parturin av skúlagarðinum eisini skal vera til gagns fyri allan býin
Til skúlabyrjan í ár hevur miðdeildin í skúlanum á Skúlatrøð fingið eitt stórt og flott spælipláss við nógvum møguleikum. Skúlagarðurin inniheldur eitt amfiteatur (kringleikhús), lítlan fótbóltsvøll, rennistrong og aðrar leikur til rørslu.
Nýggja útiøkið er ætlað miðdeild skúlans – t.e. 4. til 6. flokk. Tað merkir, at umleið 230 næmingar nýta hendan partin av skúlagarðinum. Økið er ikki einans hugsað til skúlanæmingar í fríkorterinum, men ætlanin er, at tað skal vera til gleði og gagn fyri allan býin.
Verkætlanin, er gjørd í fleiri byggistigum, kostar áleið 5,6 milliónir krónur. Tað er Fuglark, sum hevur teknað, og Kanjon hevur gjørt arbeiðið, skrivar Klaksvíkar kommuna.
(Myndir: Klaksvíkar kommuna)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2024
Tyrlumanning varð heiðrað fyri stóra bjargingarátakið týsmorgunin 6. februar, tá frystilínuskipið Kambur fekk ein sjógv og sakk
Leygardagin varð tyrlumanningin hjá Atlantic Airways heiðrað á ársins Sjómannadegi í Klaksvík.
Heiðurin varð latin fyri stóra bjargingarátakið tíðliga týsmorgunin 6. februar í ár, tá ið frystilínuskipið Kambur fekk ein sjógv umleið 17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabyrgi og sakk stutt eftir. 14 mans vórðu bjargaðir hendan dagin.
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Atlantic Airways)
Tórbjørn Jacobsen flutti fram røðu í sambandi við, at heiðurin varð latin.
Tað vóru Andreas Mouritsen, Hallur Jensen, Bjørn Sjúrður Patursson og John Johannesen, sum mannaðu tyrluna hendan dagin í februar.
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Atlantic Airways)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2024
Asta Fróðadóttir Joensen er útbúgbvin innan samfelagsfrøði og løgfrøði. Hon tekur við starvinum 1. oktober
Akademikarafelagið hevur nú sett nýggjan aðalskrivara. Talan er um Astu Fróðadóttir Joensen. Hon tekur við starvinum eftir Ingibjørg Berg, sum fer í annað starv.
Asta Fróðadóttir Joensen er fødd í 1987 og útbúgvin samfelagsfrøðingur. Hartil hevur hon tikið MA í løgfrøði. Seinastu árini hevur hon starvast á HR deild, har sáttmálaøkið hevur verið ein týðandi partur av starvinum, skrivar akf.fo.
Harumframt hevur Asta royndir sum politiskur ráðgevi og sum skrivari og samskipari.
Hon tekur við starvinum sum aðalskrivari tann 1. oktobur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2024
Hann loysir Anne Mette Greve Klemensen, sum fer í lestrarfarloyvi, av
Ólavur Eysturdal verður settur sum virkandi sóknarprestur í Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju, skrivar Fólkakirkjan.
Hann hevur verið virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi í eitt gott ár.
Í heyst fer sóknarpresturin Anne Mette Greve Klemensen í lestrarfarloyvi.
Í hesum sambandi hevur biskupur í samráð við avvarðandi kirkjuráð sett Ólav í starv sum virkandi sóknarprest í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi frá 1. september og árið út. Prestagjaldið fevnir um Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2024
31-ára gamli leirvíkingurin skal næsta árið hjálpa Ova Brim. Talan er um eina royndarverkætlan
Á felags kirkjuráðsfundi í Nes prestagjaldi 21. august innstillaðu kirkjuráðini Tummas Kannuberg til tað tíðaravmarkaða embætið sum hjálparprestur hjá próstinum, upplýsir Fólkakirkjan.
- Biskupur hevur samsvarandi innstillingini sett Tummas Kannuberg í starv hetta komandi árið, frá 1. september 2024 til 31. august 2025.
Talan er um eina royndarverkætlan. Ovi Brim varð settur í nýggja embæti sum próstur fyrr í ár. Honum skal 31-ára gamli leirvíkingurin, sum hevur nomið sær guðfrøðiútbúgving í Danmark, hjálpa.
Afturat uppgávuni sum hjálparprestur, skal Tummas Kannuberg - í samráði við staðbundnu sóknarprestarnar í landinum - halda gudstænastur í kirkjusóknum, ið eru minni enn 400 fólk.
Tummas hevur áður havt prædikur í Føroyum. Hann virkaði fyrsta partin av árinum sum sóknarprestur í Sjóvar kommunu - tað var, meðan Símun Persson Jacobsen var í farloyvi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2024
Í sambandi við Ljósfest í Vági er vanligt t heiðra fólk og felagsskapir fyri teirra íkast til bygdina, og farna vikuskiftið vórðu Sævar Halldórsson og Frelsurnarherin heiðrað
Ljósfest var í Vági farna vikuskiftið, og á Ljósfest er vanligt, at Vágs Kommuna heiðrar fólk og felagsskapir fyri teirra íkast til Vág.
Í hesum sambandi heiðraði kommunan Sævar Halldórsson og Frelsurnarherin.
Í grundgevingini stendur m.a. um Sævar Halldórsson:
– Innan hondbóltin í Vági hevur Sævar gjørt stórt arbeiði, og tað megnar arbeiðið, ið Sævar her hevur lagt í VB, kann ein ikki metast nóg høgt.
– Evnini at savna fólk kring seg og harvið at skapa, hevur altíð klári og hjálpsami sølumaðurin og radiomekanikarin eisini víst á verkstaði sínum, ið eisini virkar sum kaffistova, har menn hvønn morgun savnast til hugna og prát. Soleiðis at sameina sølubúð, verkstað og kaffistovu er eitt einastandandi fyribrigdi, ið ein ikki sær nógvastaðni í heiminum. Og júst hetta eyðkennir Sævar. Alt er so líka til, og onki er ógjørligt.
Um Frelsunarherin verður m.a. sagt:
– Ongin ivi er um, at orð eru fátøk, tá týdningurin av Frelsunarherinum skal lýsast – tað sosiala arbeiði og góðu orðini á vegnum, - og so kanska mest av øllum alt tað, ið okkum ikki nýtist at vita nakað um. Tað, ið fer fram í tí stilla.
– Ein felagskapur, ið er virkin millum fólk, og sum óivað loftar mongum. Ein felagsskapurur, sum fekk fótafesti her í Vági, og hetta fegnast vit um.
Sævar Halldórsson og umboð fyri Frelsunnarherin í Vági saman við umboðum fyri Vágs býráð (Mynd: Vágs kommuna)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2024
Gripir at sýna fram tá savnið skjótt verður liðugt
Nú Ovasavanið í Nólsoy nærum er liðugt, hevur savnið fingið tvær stórfingnar gávur. Leygardagin var Magnus Fuglø í Nólsoy saman við dóttrini og handaði formanninum, Thomas Joensen, eina mynd av einari talvu, við knýttum knútum, ið Ovi hevur gjørt, Magnus keypti talvuna frá Ova einaferð í 1980’unum. Og nú ynskti Magnus at talvan skuldi koma aftur til Nólsoyar.
Ovi gjørdi tvær talvur við knýttum knútum, onnur hongur á Amalienborg, Ove handaði hana til Margrethu drotning, tá hon einaferð var og vitjaði umborð á skúlaskipinum, og hina eigur Magnus Fuglø.
Sunnudagin kom manningin á Westvard Ho til Nólsoyar at handa savninum Merkið, ið Mouritz Mohr bar fram í Normandsdalinum við Fredensborg á sjálvum 100 ára degnum 1. juli 2019. Tað var ein hátíðarløta tá formaðurin fyri áhugafelagnum Sluppvinir við Merkinum á odda gekk av sluppini yvir á Ovasavnið, har Marius Poulsen greiddi frá søguni um hetta flaggið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2024
Føroyski leikbólkurin hevur fingið eina hálva millión krónur frá danska grunninum Bikubefonden
Det Ferösche Compagnie hevur fingið játtað 500.000 krónur frá Bikubefonden undir puljuni Dialog: Koncept: Udvikling.
Bikubenfonden hevur valt at stuðla DFC við tí endamáli at styrkja bólkin í sínari framhaldandi menning. Tað verður m.a. gjørt við at fara undir eina tilgongd við fokus á strategi, organisatión og professionalisering.
DFC setir sostatt skjøtil á eina spennandi menningartilgongd, har endamálið er at víðka um virksemið uttanlanda og finna samstarvspartnarar, sum kann menna DFC listaliga og verða føroysku leiklistini at gagni. Eisini er ambitiónin at tilbúgva bólkin, so DFC kann hava eitt støðugt virksemi.
Altjóða palllistafestivalar og sjónleikahús hava víst áhuga í bólkinum. Eitt nú hevur Lykkenborg (Castle of Joy) verið spældur á The Barbican í London fyrr í ár, har leikurin var sera væl móttikin.
Det Ferösche Compagnie bleiv stovnað í 2010, og hevur framleitt átta leikverk, og fleiri afturat eru i stoypiskeiðini. Umframt at hava spælt í Føroyum, hava fleiri av leikunum verið sýndir í Danmark, Noregi, Írlandi, Columbia og London. Og nú tá Bikubenfonden hevur játtað 500.000 krónur í stuðuli til bólkin, kann DFC staðfesta, at tað veruliga er áhugi í føroyskari leiklist, og at DFC hevur menningarmøguleikar til at blíva ein altjóða palllistabólkur við fundamenti í Føroyum – bæði listaliga og fysiskt.
Í Det Ferösche Compagnie eru tey sera errin og takksom um hesa viðurkenning frá Bikubefonden og gleða seg til at fara undir hesa tilgongdina og sostatt skapa fleiri viðkomandi og slóðbrótandi leikir her heima og úti í heim - og fáa heimin til Føroyar.
Kjarnulimirnir í Det Ferösche Compagnie eru Kristina Sørensen Ougaard, Búi Dam, Jens L. Thomsen, Durita Sumberg, Dánjal á Neystabø, Sámal Blak, og Kjartan Hansen.
Altjóða palllistafestivalar og sjónleikahús hava víst áhuga í Det Ferösche Compagnie. Eitt nú hevur leikurin Lykkenborg (Castle of Joy) verið spældur á The Barbican í London fyrr í ár, har hann var sera væl móttikin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2024
Tangentleikarin Johathan Brown er ein av manningini í orkestrinum hjá Justin Terry, sum spælir í Lívdini 21. september
Jonathan Brown hevur vunnið BMI virðisløn í 2012 fyri Urban Black Gospel Award-winning song. Hann luttekur sum klaverleikari á konsertini Countrykvøld í Lívdini í Hoyvík 21. september.
Jonathan er uppvaksin í Kalifornia. Longu sum smádrongur sang og spældi hann klaver saman við familjuni á konsertum. Tað var serliga southern gospel tónleikur, sum tey framførdu.
- Vit høvdu ein buss, sum vit brúktu at koyra runt í øllum Kalifornia, har vit spældu konsertir. Tað gjørdu vit í nógv ár.
Byrjar sum studio tónleikari
Sum tannáringur flutti familjan til White House, ein lítlan bý nakað norðan fyri Nashville. Samstundis byrjaði Jonathan at fáa arbeiði í ymiskum upptøkuhølum.
- Fyrsta upptøkuhølið, sum eg spældi í, er Hilltop Recording Studios, og eg havi aftur í dag verið har og spælt.
- Tað var ein spennandi tíð, har vit vóru í studio frá klokkan 10 til 13 og so aftur frá 14 til 17 og ofta aftur frá klokkan 18 til 21. Eg havi spælt á útgávum hjá nógvum kendum sangarum, so sum Willie Nelson, The Crabb Family, Bellamy Brothers og Ricky Skaggs.
Framført við Mason og Franklin
- Mær dámar best, at vera í upptøkuhølinum, men eg spæli eisini konsertir viðhvørt. Brent Mason og Paul Franklin spældu í einum bólki, sum kallaðist Players. Eftir tíðina í Players fekk eg bjóðað at spæla saman við teimum. Tað kundi eg ikki siga nei til.
Her er ein upptøka, har Jonathan framførir við Brent Mason og Paul Franklin
Brent Mason og Paul Franklin eru millum størstu country tónleikarar. Teir vóru í Føroyum í 2009 í samband við stórt tónleikatiltak, sum var í Høllini á Hálsi.
Spentur uppá at sleppa til Føroya
- Eg møtti Was Larry nú ein dagin. Hann hevur verið við Bellamy Brothers í Føroyum. Eg fortaldi honum, at eg skuldi til Føroyar. Hann ávaraði meg um, at flúgvitúrurin kundi verða eitt serligt upplivilsi, men segði eisini, at Føroyar var eitt framúrskarandi land.
- Eg havi hugt at sjónvarpsrøðini Vikings og eri tí spentur uppá at sleppa til Føroya, har víkingar búleikaðust. Eg eri eisini spentur uppá at royna tykkara mat og so sjálvandi eisini at fáa loyvi at framføra fyri tykkum.
Les eisini: Sjeyfaldur Grammy-vinnari til Føroya
Les eisini: Justin Terry aftur til Føroya
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2024
Í juni gav Eivør fløguna "ENN" út, og í sambandi við útgávuna fer hon á konsertferð við heili 38 konsertum í ár. Konsertirnar í Norðurlandahúsinum verða tær fyrstu á túrinum
Fríggjadagin og leygardagin, 30. og 31. august, verður ein serlig konsertuppliving í Norðurlandahúsinum, tá ið Eivør við bólki fer at framføra løg av nýggju fløguni "ENN”.
Í juni gav Eivør fløguna "ENN" út, og í sambandi við útgávuna fer hon á konsertferð við heili 38 konsertum í ár. Konsertirnar í Norðurlandahúsinum verða tær fyrstu á túrinum, ið síðani heldur fram til Íslands og víðari út í heim.
Konsertferðin í heyst fevnir millum annað um spælingar í Evropa, Nýsælandi og Avstralia, og í byrjanini av 2025 eisini í USA, umframt at Evropa eisini verður aftur á skránni tá.
Konsertin í høllini í Norðurlandahúsinum verður ein standikonsert, har Jógvan Joensen hitar upp. Nøkur sitipláss eru í Klingruni, og fólk við serligum tørvi kunnu venda sær til Norðurlandahúsið fyri at bíleggja sitipláss.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2024
Konsertin í Mentanarhúsinum er partur av Mentanardøgum 2024, har Elinborg, Marius Ziska og HOGNI eisini eru á skrá
Fríggjakvøldið 6. september fer Jógvan at framføra sína væl nógv róstu útgávu "Tøgn" á eini serstakari konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta verður ein heilt serlig løta, har ljóðmyndin av "Tøgn" – sum ummælarar hava lýst sum eitt listarligt meistaraverk – verður framførd í allari síni dýrd.
Jógvan hevur longu havt eitt virkið ár við eini stór-fagnaðari framførslu á G! Festivalinum í summar. Harumframt fer hann eisini at hita upp fyri Eivør í Norðurlandahúsinum vikuna undan hann kemur til Fuglafjarðar, har Jógvan er vaksin upp. Tískil er Jógvan í toppformi og klárur at geva heima-áhoyrarunum eina tónlistarliga uppliving.
Útgávan "Tøgn" er ein innilig og poetisk heildarútgáva, sum lýsir vakurleikan og sorgina, sum lívið kann bera við sær. Við evnum sum longsul, misnýtsla, kærleiki, fyrigeving og tøgn hevur Jógvan skapað eitt tónlistarligt verk, sum hevur vunnið sær viðurkenning og rós úr fleiri ættum. Hann var millum annað tilnevndur FMA-virðislønina fyri ársins útgávu, og ummælararnir hjá KVF valdu "Tøgn" sum eina av teimum bestu útgávunum í 2023.
Til konsertina hevur Jógvan ein bólk av framúrskarandi tónleikarum við sær á pall: Torleik Mortensen, kontrabass, Andreas Tykjær Restorff, cello, Jan Rúni Poulsen, slagverk og Tróndur Bogason, tangentar.
Við einum serstøkum ljóðmyndarligum úttrykki, har tunga føroyska stevið, brúsandi havið, hornorkesturslagverk, strúkarar og klaverið mynda grundarlagið, fer Jógvan at bera sína søgu fram við kraftfullu ekspressivu rødd og persónsmensku síni.
Eitt kvøld, har tónleikur og yrking sameinast, og gevur lurtarunum høvið bæði at kava niður í myrka sálardýpið og at smakka vakurleika lívsins.
Konsertin er partur av Mentanardøgum 2024 í Fuglafirði, har fjølbroyttar mentanarligar upplivingar standa á skrá. Eftir framførsluna hjá Jógvani verður ein serstøk svimjihyljakonsert við Lenu og Niclas í svimjihylinum í Fuglafirði.
Leygardagin á Mentanardøgum verður høvið at hoyra Elinborg, Marius Ziska og HOGNA í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2024
Skulu framføra á stóra Iceland Airwaves fyrst í november. - Viðburðurin, sum føroysk tónleikanøvn hava havt seinastu árini, heldur fram, sigur Glenn Larsen
Meðan vit fyrireika okkum til eitt sera hendingarríkt heyst, har nógv verður á skránni, kunnu vit nú við stórum eldhuga boða frá, at Marius Ziska, Dania O. Tausen og Silvurdrongur eru klár til Iceland Airwaves í november.
- Tað er ómetaliga hugaligt, at viðburðurin, sum føroysk tónleikanøvn hava havt seinastu árini, heldur fram, og at vit nú aftur fáa høvi til at vera við á Iceland Airwaves - vónandi við líka góðum úrslitum, Og sjálvsagt er tað sera spennandi, at øll trý tónleikanøvnini, sum skulu á pall á festivalinum, fara at syngja á føroyskum.
Hetta sigur Glenn Larsen, leiðari á Faroe Music Export (FMX).
Um føroysku tónlistafólkini, sum tónleikasamskipandi toymið á Iceland Airwaves hevur valt út, sigur hann víðari:
- Marius Ziska spældi á Iceland Airwaves so tíðliga sum í 2013, men festivalurin hevur lagt merki til, hvussu altjóða áhugin fyri honum bara er vaksin síðani tá, og tey vilja tískil fegin bjóða honum aftur at spæla á festivalinum. Nógv vatn er runnið í ánna síðan tá, og eg eri vísur í, at tað fer at hilnast sera væl hjá Marius, og at fólk verða bergtikin av honum.
- Dania O. Tausen var eisini upp á tal á festivalinum í 2023, men tá tey fingu at vita, at hon hevði fingið FMA virðislønina fyri ársins heildarútgávu her í Føroyum, vórðu tey sannførd um, at hon var verd at bjóða til festivalin at spæla. Bæði Marius og Dania hava eisini verið á konsertferðum uttanlands saman við íslendskum tónlistafólkum seinastu tíðina. Tá ræður um Silvurdrong, heldur tónleikasamskipandi toymið á Iceland Airwaves rætt og slætt, at nýggi tónleikurin hjá honum er ótrúliga spennandi, og tey vilja fegin síggja hann á einum av fremstu pallunum á festivalinum. Eg eri sannførdur um, at øll trý tónleikanøvnini fara at lofta hesum møguleikum við báðum hondum."
Seinastu árini hava føroysk tónlistafólk so dyggiliga gjørt vart við seg á fleiri altjóða festivalum - nakað, sum eisini hevur vakt ans í stórum tíðarritum, so sum Rolling Stone Magazine.
Iceland Airwaves festivalurin, sum vit so við og við hava lært væl at kenna í Føroyum, er ein festivalur við stórum trúvirði og av stórum týdningi fyri tónleikavinnuna. Festivalurin er sýnisgluggi fyri eina røð av tónlistafólkum, bæði útvaldum tónlistafólkum, ið eru á veg fram, og meira viðurkendum tónlistafólkum, ið standa ovast á plakatunum kring um í Evropa.
Festivalurin verður hildin í Reykjavík og varar í tríggjar dagar, har høvuðsdenturin verður lagdur á at vísa fram nýggjan tónleik, bæði íslendskan tónleik og altjóða tónleik. Iceland Airwaves dregur árliga til sín ein undranarvert stóran áhoyraraskara, umframt fólk í tónleikavinnuni og miðlafólk úr stórum pørtum av heiminum, og festivalurin hevur fleiri ferðir havt avgerandi týdning fyri tónlistafólk, sum í dag eru vorðin stór nøvn.
Í ár, eins og tey tvey síðstu árini, fara føroysku tónleikanøvnini at spæla í minsta lagi tvær konsertir hvør undir Iceland Airwaves festivalinum, har tann eina fer fram fríggjakvøldið á sera kenda spælistaðinum Iðnó, ið liggur mitt í hjartanum í Reykjavík. Har fara vit at hava eitt serligt tiltak, har bert føroysk tónlistafólk vera á pallinum. Hesi føroysku tónlistafólkini fáa haraftrat eina konsert hvør sum partur av høvuðsskránni á festivalinum.
Umframt konsertir um kvøldið verða onnur tiltøk um dagin allar dagarnar, so sum ráðstevnur við áhugaverdum framløgum hjá høvuðsrøðarum, aktuellum pallborðskjakum og møguleikum fyri netverkan, har møguleikar eru stórir at fáa avtalur í lag.
Glenn Larsen sigur víðari, at nógv meira er í væntu:
- Hetta verður eitt hendingarríkt heyst fyri føroysku tónleikavinnuna. Vit hava tikið sera nógv stig seinastu fáu árini, og tað sæst væl aftur, at Evropa og restin av heiminum hevur lagt merki til okkum. At umboðsfólk á The Great Escape Festival fóru at útnevna ein føroyskan bólk (Aggrasoppar) sum vinnara av mæta Steve Strange Award virðislønini, til dømis, er einki minni enn eitt bragd, og hevði verið heilt óhugsandi fyri fáum árum síðani. Møguleikarnir gerast alsamt fleiri, samstundis sum vit síggja úrslitini vísa seg bæði sum semjur um avtalur, miðlaumrøður og fyriskipan av fleiri konsertum. Vit gleða okkum til at kunna boða frá fleiri tíðindum um føroysku tónleikavinnuna komandi tíðina."
Iceland Airwaves verður í ár hildin í Reykjavík frá 7. til 9. november 2024. Meira um Iceland Airwaves kann lesast HER
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2024
Í sambandi við at sluppin Westward Ho er 140 ár í ár, verður framsýning í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu
Í sambandi við at sluppin Westward Ho í ár er 140 ár, er framsýning í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu, har til ber at síggja myndir og lesa meira um sluppina.
Bara tvær sluppir eru eftir í Føroyum. Onnur er Westward Ho, sum Tórshavnar kommuna eigur, og hin er Johanna TG 326 í Vági.
Tað er áhugafelagið Sluppvinir, sum rekur Westward Ho og heldur hana við líka.
Framsýningin í Snarskivuni er opin til seinast í september.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2024
Serligt kvøld við Jóanes Nielsen og Kára Sverrisson í Leirvík í oktober
Hóskvøldið 10. oktober bjóðar Báta- og Listasavnið í Leirvík bjóðar til eitt serligt kvøld, har kendu føroysku listafólkini Jóanes Nielsen og Kári Sverrisson møtast til eina hugnaliga løtu, ið sameinir skaldskap, tónleik og samrøðu.
Á skránni er ein samrøða millum Paulu Gaard, bókmentafrøðing og PhD, og Jóanes Nielsen. Tey práta saman um lívið og skaldskapin hjá Jóanesi, sum er kendur sum eitt av okkara fremstu og mest elskaðu samtíðarskaldum og samstundis telist millum okkara hvassastu samfelagskritikkarar. Jóanes fer eisini at lesa nøkur brot og yrkingar upp.
Eisini fer Kári Sverrisson, sangari og tónleikari, at framføra løg av útgávuni “Nøkur fá fet afturat”, sum er eitt savn av framúrskarandi sangum sum allir hava yrkingar hjá Jóanesi Nielsen sum tekst.
Tiltakið er opið fyri øllum, og vit mæla til at keypa atgongumerki í góðari tíð, tí plássið er avmarkað. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.
Báta- og Listasavnið í Leirvík er ein sjálvognarstovnur, ið hýsir einum savni av eldri, siðbundnum føroyskum bátum og listarverkum eftir Jóhannes Kristiansen, eisini nevndur Leirvíksmálarin, umframt øðrum listamálurum úr Leirvík. Savnið er eisini karmur um ymisk smærri tiltøk sum konsertir, fyrilestrar, ráðstevnur og onnur líknandi tiltøk.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2024
Svenski ministarin í norðurlendskum samstarvi sigur, at orsøkin til at Grønland, Áland og Føroyar ikki vórðu boðin við til statsministarafundin í Svøríki í summar var, at evnið var trygdarpolitikkur
Tað er ikki semja í politiska landslagnum í Svøríki um, at svenska stjórnin skipaði fyri einum stjórnarleiðarafundi í summar uttan at bjóða teimum sokallaðu sjálvstýrandi økjunum í Norðurlondum við á fundin.
Svenski ríkisdagslimurin og limurin í Norðurlandaráðnum, Ewa Lindh úr sosialdemokratiska flokkinum, sigur seg vera stúrna um framtíðar norðurlendska samstarvið.
At Grønland fyribils hevur tikið seg úr Norðurlandaráðnum, og at Føroyar nú umhugsa limaskapin er sera ørkymlandi, heldur hon.
Ewa Lindh
Tí hevði Ewa Lindh sett svensku ráðkvinnuni í norðurlendskum samstarvsmálum, Jessiku Roswall úr konservativa flokkinum Moderaterna, ein spurning í svenska ríkisdegnum týsdagin.
Roswall, sum veruliga kom á breddan eftir eina samrøðu við Kringvarpið tá fundur var í Føroyum fyrr í ár, nýtti høvi til at greiða frá, hvussu væl norðurlendska samstarvið virkar, og at hon er fegin um at ‘sjálvstýrandi økini’ eisini eru við og ein aktivur partur í samstarvinum, og luttaka á flest øllum økjum.
Helsingforssáttmálin er millum statir
Hon nýtti eisini høvið til at staðfesta, at tað hon svaraði upp á í samrøðuni við Kringvarpið, var við atliti til Helsingforsavtaluna, sum er grundarsteinurin undir norðurlendska samstarvinum.
- Her eru flestu løgfrøðingar samdir um, at altjóða sáttmálar, herundir Helsingforssáttmálin, er ein avtala millum statir, staðfesti svenski ministarin og vísti á at spurningurin um føroyskan og grønlendskan limaskap er ein spurningur, sum má greinast innan fyri danska ríkið.
Tá Ewa Lindh spurdi ministaran um hví Føroyar, Grønland og Áland ikki vórðu boðin til árliga summarfundin hjá norrønu stjórnarleiðarunum, svaraði Jessika Roswall, at orsøkin var, at evnið á summarfundinum í ár, har týski samveldiskanslarin eisini luttók, var trygdarpolitikkur, og at tað er eitt øki, sum sjálvstýrandi økini ikki hava ræði yvir. Hon legði afturat, at sjálvstýrandi økini vera við aftur á komandi statsministarafundinum, sum verður í Reykjavík í oktober í sambandi við ársfundin í Norðurlandaráðnum.
Upp á spurningin frá Ewu Lindh um, hvat svenska stjórnin ætlar at gera við, at Grønland nú fyribils hevur sett norðurlendska samstarvið á pausu, segði Jessika Roswall, at grønlendska avgerðin einans er galdandi fyri arbeiðið í Norðurlandaráðnum, og at tað ikki er nakað, ið hon sum ministari hevur ávirkan á.
Hinvegin heldur Grønland fram í samstarvinum innan ráðharraráðið. At grønlendska umboðið ikki var við á samstarvsráðharrafundinum, sum hon sjálv skipaði fyri í Malmö í summar, var orsaka av, at viðkomandi var forðaður í at koma, ikki tí at Grønland boykottaði fundin, segði Jessika Roswall.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2024
Aftur hesaferð er tað nærhendis býnum Grindavík
Fleiri ferðir seinastu mánaðirnar hevur Ísland verið rakt av eldgosum, og nú hendi tað aftur.
Aftur hesaferð er tað nærhendis býnum Grindavík á Reykjanesi. Um 22 tíðina hóskvøldið varð undantaksstøða lýst, og íbúgvarnir í býnum vórðu fluttir burtur.
Verjugarðar eru settir upp móti Grindavík, og eisini móti orkuverkinum Svartsengi. Enn er ógreitt hvønn veg grótbræðingin rennur.
Hetta er fimta eldgosið í økinum í ár.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2024
Hon góðtók tilnevningina hóskvøldið
Kamala Harris góðtók hósdagin formliga at vera demokratiskt valevni á amerikanska forsetavalinum í november.
Hetta fór fram á demokratiska flokstinginum, sum hevur verið seinastu dagarnar.
- Eg góðtakið tykkara tilnevning, segði Kamala Harris.
- Eg lovi tykkum, at eg verði forseti fyri allar amerikanarar. Tit kunnu altíð stóla uppá, at eg seti landið omanfyri politikk, segði forsetavalevnið.
Amerikanska forsetavalið verður 5. november.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2024
Royndin á rakettstøðini í Hetlandi í vikuni gekk ikki sum ætlað
Ongin mannskaði hendi, tá fyrsta fyrsta royndin á nýggja rakettútskjótingarpallinum á SaxaVord Spaceport í Hetlandi miseydnaðist mánakvøldið. Tað var týska felagið RFA, Rocket Factory Augsburg, sum stóð fyri royndini, sum endaði við, at motorarnir sprongdust, og eldslogin og svartur roykur stóð nógvar metrar upp í loft sum ein ovurstórur kyndil.
Ein talsmaður fyri týsku fyritøkuna segði við ShetNews, at tað var eitt ‘frávik’, sum var orsøkin til, at royndin miseydnaðist.
- Útskjótingarpallurin er tryggjaður, og tamarhald er á støðuni. Vit samstarva nú við SaxaVord Spaceport og myndugleikarnar fyri at fáa fulla greiði á, hvat veruliga hendi. Okkara mál er framvegis at kunna skjóta eina rakett út skjótast møguligt, sigur talsmaðurin, sambært ShetNews.
Umboð fyri rakettstøðina sigur, at tey nú saman við RFA kanna hvørjar orsøkirnar kunnu vera.
Týdningarmest av øllum er tó, at øll trygdartiltøk vóru hildin, og at ongin persónur var til staðar við rakettpallin, tá óhappið hendi, og tí hendi heldur ongin mansskaði. Og talsmaðurin leggur afturat.
- Hetta var jú ein roynd, og slíkar royndir verða gjørdar fyri at fáa til vega vitan til næstu ferð.
Talan var ikki um eina ætlaða rakettútskjóting, men um eina roynd, sum innibar, at allir níggju motorarnir, sum vera á komandi rakettunum, vórðu tendraðir samstundis. Men tíverri miseydnaðist royndin, og motorarnir sprongdust.
Hetta var aðru ferð hendan royndin varð gjørd. Fyrra ferðin var fyri trimum mánaðum síðani, tá motorarnir vórðu tendraðir og gingu í átta sekund áðrenn teir vórðu sløktir aftur. Tann royndin var søgd at vera væl eydnað.
RFA hevur fyrr upplýst, at fyrsta veruliga útskjótingin eftir ætlan skuldi gerast í september ella fyrst í oktober. Rakettirnar frá SaxaVord rakettstøðini á Unst norðast í Hetlandi eru ætlaðar at skula føra fylgisveinar út í ringrás um jørðina.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2024
Kavarar vóru mikudagin inni í vrakinum av marglætisjáttini, sum sakk mánadagin nærhendis Sisilia
Kavarar, sum hava kannað vrakið av eini marglætisjátt, sum sakk norðan fyri Sisilia mánadagin, komu mikudagin fram á fimm lík inni í vrakinum.
Sambært Daily Telegraph eru kendi kt-vinnulívsmaðurin, Mike Lynch og dóttir hansara, Hannað, millum tey, sum vórðu funnin.
Eitt lík varð funnið á sjónum mánadagin, so nú er tað bert eitt av fólkunum umborð, sum ikki er afturfunnið.
184 fót langa bretska játtin, Bayesian, sakk í eini ódn mánamorgunin meðan hon lá fyri akker umleið ein kilometrar út frá norðurstrond Sisilia. 15 fólk vórðu bjargað.
Les eisini: Bretskur milliardingur og dóttir hansara eru saknað
'Bayesian'. Seglskipið sak norðan fyri Sikiloy í vikuni (Savnsmynd: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2024
280 neyðhjálparfólk vórðu dripin í fjør
Talið á neyðhjálparfólkum, sum vórðu dripin í fjør var óvanliga høgt, sigur Joyce Msuya, virkandi leiðari fyri OCHA, sum er ST-skrivstovan fyri samskipan av humaniterum viðurskiftum.
Í 2023 vórðu 280 neyðhjálparfólk dripin í 33 londum. Tað er ein vøkstur á 137 prosent í mun til 2022, tá talið var 118, verður upplýst sambært tíðindastovuni AFP.
Msuya sigur, at tað kann ikki góðtakast, at harðskapur móti neyðhjálparfólkum gerst gerandiskostur, og er tað skaðiligt fyri hjálpararbeiði allastaðni.
Sambært ST vórðu 163 av teimum 280, sum vórðu dripin í fjør, dripin teir fyrstu tríggjar mánaðirnar av krígnum millum Ísrael og Hamas, serliga í loftálopum.
Neyðhjálparfólk vórðu eisini dripin í m.a. Sudan, Ísrael, Sýria, Ukraina og Etiopia.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. august 2024
Byrjaði á svenska offisersskúlanum mánadagin
Svenska krúnprinsessen, Victoria, er farin aftur á skúlabonk. Hesaferð innan herin fyri at útbúgva seg sum offiser í svensku verjuni.
Elsta dóttir Carl XVI Gustaf kong byrjaði serligu offisersútbúgvingina í gjár. Endamálið er at brynja krúnprinsessuna til at fáa størri innlit í taktikk, hernaðarvísindum og strategi til hon sum drotning verður ovasti fyri svensku verjuna.
47 ára gamla prinsessan hevur fyrr tikið nakrar grundleggjandi hernaðarútbúgvingar. Í hesum umfari skal hon gjøgnum hernaðarvísindi og leiðslu sum part av offisersútbúgvingini.
Svenska krúnprinsessan tók í 2009 bachelorútbúgving í heimspeki fið friðar- og konfliktlæru sum høvuðsgrein frá universitetinum í Uppsala.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2024
Lundin verður 12.000 hektarar til støddar, svarandi til 22.000 fótbóltsvallir
Avstralia hevur tikið eitt risafet fram í ætlanini at sleppa undan at framleiða orku burtur úr koli. Ætlanin er at sólorka skal koma ístaðin.
Í hesum sambandi hevur avstralska stjórnin góðkent eina ætlan um at byggja eina risastóru sólorkulund.
Framleiðslan byrjar eftir ætlan í 2030, og tá fer lundin at kunna framleiða orku svarandi til tað, sum tríggjar milliónir avstralsk húsarhald brúka. Sólorkulundin í Norðuravstralia verður 12.000 hekrarar til støddar, svarandi til meira enn 22.000 fótbóltsvallir.
Heimsins størsta sólorkulund
So stór sólorkulund er ikki at finna nakra aðra staðni í heiminum.
- Hetta fer at gera Avstralia til heimsleiðara innan grøna orku, staðfestir avstralski orkuministarin, Tanya Plibersek.
Kostnaðurin fyri verkætlanina er mett at vera 30 milliardir avstralskar dollarar, svarandi til umleið 135 milliardir krónur.
Við í verkætlanini er eisini ein ætlan um at leggja ein sjókápil millum Avstralia og Singapore, tí ætlanin er at kunna útflyta stórar mongdir av reinari sólorku til grannalandið.
Farið verður undir at byggja orkulundina skjótast gjørligt. Men enn er nógv pappírsarbeiði eftir at gera, so væntandi verður endaliga íløguætlanin ikki komin upp á pláss fyrr enn í 2027.
Bundin at kolinum í nógv ár afturat
Í dag kemur umleið helmingurin av oljuframleiðsluni í Avstralia úr koli, og landið er eisini millum heimsins størstu útflytarar av koli og gassi.
At skifta kolverkini út er tó lættari sagt enn gjørt. Avstralia hevur ikki havt nóg mikið av øðrum orkukeldum at seta ístaðin fyri kolverkini, eitt nú tí at landið hevur bannað kjarnorku.
Umframt sólorku, ætlar landið eisini at gera meira burtur úr vindorku. Í 2022 kom næstan ein triðingur av orkuni í landinum frá varandi orku.
Orsaka av nógvu kolanýtsluni liggur Avstralia í løtuni á fjórðaplássi millum lond, tá tað ræður um útlát av koltvísúrni, mált fyri hvønn íbúgva.
Landið vónar at aleppa av við kolorkuna í 2050 og at minkandi útlátið fer at bøta um veðurlagsbroytingarnar, ið hava rakt Avstralia meint við ógvusligum hita, skógareldum og flóðaldum, skrivar finska kringvarpið Yle við Reuters og AFP sum keldum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. august 2024
Sjey mál, trý reyð kort, tvey brotstspørk, dreymamál og 100 minuttir í seinnu hálvfinaluni, har steypavinnararnir varpaðu Víking út. Grannafinala á skránni í november
Bíðað hevur verið leingi eftir hesari hálvfinaluni millum tey bestu liðið í føroyskum fótbólti í ár, og í mun til undirhald livdi hon sanniliga upp til vónirnar. Hon hevði tað mesta sum ein spennandi fótbóltsdystur skal hava.
Spælið var ikki altíð tað besta ella mest flótandi: Liðini sóu í løtum út til at vera merkt av týdninginum av dystinum, og tað at Víkingur ikki hevði spælt í ellivu dagar, vegna útsetta dystin móti KÍ, sást eisini partvíst - hetta í mun til at teir í ljósabláum ikki sóu nóg skarpir út í summum støðum.
HB hevði fyrimunin frammanundan, og legði eisini bragdligari fyri. Leivur Fossdal Guttesen fór framvið Berguri Gregersen í høgru síðu, legði væl innfyri, har Mikkel Dahl hevði runnið heilt rætt, og danin kundi stýra bóltinum víðari í netið.
Bert tríggjar minuttir seinni svaraði Víkingur tó aftur. Høgra síða spældi saman, og Olaf Bárðarson var við aftaru stong til reiðar uppá harða og flata innleggi frá Poul Kallsberg.
Eitt korter spælt, og so var man í gongd. Víkingur sat meira á tí næstu løtuna og hótti HB-málið nakað, men so líðandi í hálvleikinum "setti spælið" seg nakað. Sá út til at verða 1-1 til steðgin, men so slapp Leivur Guttesen aftur til innlegg í høgru. Arnbjørn Svensson ruddaði, men ikki longur enn til Hanus Sørensen, sum stutt uttan fyri brotsteignum, nakað til høgru, setti høgra beinið perfekt á. Bólturin sat heilt niðri í málhorninum - eitt sera vakurt mál.
Hanus Sørensen, ið serliga hevur lagt upp til nógv mál í ár, skoraði í kvøld í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)
Fleiri brotsspørk, fleiri mál og fleiri reyð kort
1-3 samanlagt í steðginum, og stutt inn í 2. hálvleik varð 1-3 á degnum og 4-1 til HB samanlagt. Víkingur sløsaði við bóltinum á egnari hálvu, Mathias Voss fór til stroks, og tað endaði við at Mikkel Dahl fekk prikað bóltin í netið og gjørdist tvífaldur málskjútti.
Víkingur byrjaði annars betri eftir steðgin og fekk næstu 17 minuttirnar tvey brotsspørk - eitt eftir hond og eitt eftir takkling hjá Samuel Chukwudi. Sølvi Vatnhamar umsetti bæði trygt til mál, og so var bert eitt mál á muni samanlagt.
Hetta helt tó ikki leingi. Í næsta álopinum kom HB til innlegg í høgru síðu, Víkingur ruddaði í fyrstu syftu, men beint uttan fyri brotsteigin setti Ási Dam høgru uttarusíðu á: Aftur eitt frálíkt skot frá einum ungum HB'ara og 5-3 til Sormani og hansara menn samanlagt.
Hetta gjørdist eisini úrslitið, men tað hendi nógv næsta hálva tíman. Hálvur tími tí heili tíggju minuttir vórðu lagdir afturat. Hetta millum annað av nógvu málunum og brotsspørkum, men eisini av margháttiligu støðuni, har tvey reyð kort komu og langur steðgur var.
Í sambandi við hornaspark rakti Arnbjørn Svensson kjálkan hjá Teiti Gestssyni við alboganum. Eiler Rasmussen metti, at Víkinga-verjuspælarin fór ov harðliga upp í tvídystin, og gav honum seinna gula kortið. Rok kom í, og tað endaði við at innskifti Jákup Thomsen koyrdi Arnbjørn Svensson umkoll - hann fekk beinleiðis reytt kort.
Meðan hetta fór fram lá Teitur Gestsson og fekk viðgerð. HB-málverjin, ið átti onkra góða bjarging í kvøld, bløddi, og sá ikki út til at vera serliga væl fyri. Tað sá eisini út sum, at liðformaðurin fór at verða skiftur út, men Teitur fekk síðani viðgerð eina løtu afturat á bonkinum, fekk nýggj klæði og koyrdi síðani á víðari.
Eftir hetta hevði Víkingur 14 minuttir, men tað eydnaðist ikki heilt at fáa stóran spenning í aftur í Sarpugerði. Onkrar stórar støður vóru skaptar, men neyleiki vantaði, og tað sást, at bæði liðini høvdu nýtt nógva orku.
Eftir 99 minuttir fekk Mathias Voss sær við vilja eitt reytt kort við ógvusligari gerð móti Olafi Bárðarsyni við síðulinju. Hetta tí at høgri bakkurin hjá HB hevði fingið gult kort frammanundan og harvið stóð til at fáa leikbann í finaluni. Við reyða kortinum hevur Voss nú heldur leikbann móti NSÍ týskvøldið - ein reglugerð sum man átti at farið inn og hugt eftir. Slíkar støður, sum eisini komu fyri í fjør, tykjast heldur tápuligar.
HB sigraði eftir undirhaldandi og dramatiska dystin og skal 2. november royna at verja Løgmanssteypið í finaluni móti B36. Tað var eisini heilt dramatiskt, tá grannarnir seinast hittust í steypafinaluni. Víkingur skal nú fult og heilt hugsavna seg um at halda HB og KÍ aftan fyri seg í Betrideildini.
Onnur hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið
Sarpugerði, fríggjadagin 23. august
Víkingur - HB 3-4 (1-2) - 3-5 samanlagt
12' 0-1 Mikkel Dahl (Leivur F. Guttesen)
15' 1-1 Olaf Bárðarson (Ari Olsen)
43' 1-2 Hanus Sørensen
52' 1-3 Mikkel Dahl (Mathias Voss)
57' 2-3 Sølvi Vatnhamar br.
69' 3-3 Sølvi Vatnhamar br.
70- 3-4 Ási Dam
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2024
Tað vóru serliga skotsk skotstyrki og finska tvørtræðið, sum forðaðu KÍ at vinna fjórða evropeiska heimasigurin í 2024. Við tíggju monnum vendi KÍ 0-1 til 2-1 men megnaði ikki at halda í yvirtíðini
Eina løtu sá tað út til, at dreymurin um evropeiskt bólkaspæl fyri 2024 var fánandi, og at KÍ heldur ikki hesaferð ikki heilt kendi sína vitjunartíð í fyrra dystinum á Tórsvølli. Hetta seinna er helst eisini partur av niðurstøðuni, hóast føroyameistararnir í stóran mun framdu eitt flott avrik.
Í fyrra hálvleik rakti heimaliðið yvirleggjaran ella stongina heili fýra ferðir, og hótti javnan heldur spaka HJK Helsinki. Finska liðið skoraði tó við sínum einasta veruliga skoti í fyrra hálvleiki - tá høga trýstið hjá KÍ ikki eydnaðist, og eingin kom til skotfótin hjá skotanum Lee Erwin. Flott sett inn, men ov lætt at koma til støðuna.
Tað gjørdist tyngri sjey minuttir fyri steðgin, tá René Shaki Joensen fekk sítt seinna gula kort. Býtt og óneyðugt at traðka á mótssøðuspælara aftanfrá, tá landliðsspælarin longu hevði eitt gult kort.
René Shaki Joensen hevur aftur í ár verið eitt sterkt kort hjá KÍ í Evropa, men her fær hann reytt kort í lykladystinum (Mynd: Sverri Egholm)
KÍ var tó meira vandamikið seinastu løtuna í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin var eingin ivi um, at teir í kongabláum komu út fyri at leypa á.
Hetta gav úrslit eftir høgt trýst og í sambandi við tvey long innkøst frá eyðsýnda Árna Frederiksberg. Tað fyrra gav brotsspark, sum Árni sjálvur umsetti trygt til mál - sítt 12. í evropeiskari kapping - og tað seinna endaði við, at Hallur Hansson kom flúgvandi til bóltin og legði KÍ á odda.
Her fegnast KÍ'arnir eftir brotssparksmálið hjá Árna (Mynd: Sverri Egholm)
Fleiri myndir frá dystinum her
Uppá 18 minuttir í 2. hálvleiki hevði liðið hjá Espen Haug vent tí til sín fyrimuns - í undirtali. Ógvuliga sterkt og eisini nær við at stríðið gav sama úrslit, sum tá KÍ var í yvirtali í yvir ein hálvleik móti Banja Luka fyri tveimum vikum síðani.
Lee Erwin buldraði tó bóltin í netið í yvirtíðini eftir heldur tilvildarliga støðu. 2-2 og harvið gjørdust fyritreytirnar hjá HJK Helsinki, sum var verra liðið á degnum, betri.
Við hesum er KÍ framvegis ósigrað í evropeiskum heimadystum undir Espen Haug, men nógv skal til í Helsinki í komandi viku, um KÍ aftur skal í eitt bólkaspæl (deildarspæl) - tað sást tó hetta kvøldið, at HJK avgjørt er at tosa við hjá KÍ.
UEFA Confernce League play-off umfar, fyrri dysturin
Tórsvøllur, 22. august
KÍ - HJK Helsinki 2-2 (0-1)
14' 0-1 Lee Erwin
55' 1-1 Árni Frederiksberg, br.
63' 2-1 Hallur Hansson (Páll Klettskarð)
90+2' 2-2 Lee Erwin
Reytt kort: 37' René Shaki Joensen (tvey gul)
KÍ (3-4-3): Mark Fabricius Jensen - René Shaki Joensen, Cedric Yamberé, Alexander Berntsson - Jóannes Kalsø Danielsen, Hallur Hansson, Albert Ejupi, (82' Mads Boe Mikkelsen) Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, Páll Andrasson Klettskarð (L) (70' Joseph Williams), Kristoffer Ødemarksbakken (82' Pætur Petersen)
Teir fyrstu ellivu hjá KÍ á Tórsvølli móti HJK Helsinki (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2024
HB vann 1-0 móti B68 sunnudag og er bara trý stig frá fyrsta plássinum. Víkingur og KÍ skuldu bresta saman mánakvøldið, men dysturin er útsettur ein góðan mánað
Fýra dystir í 19. umfari í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum vórðu leiktir farna vikuskiftið.
Heldur óvæntað vann 07 Vestur knúsandi 0-3 sigur á NSÍ fríggjakvøldið. Hetta var fyrsti stóri sigurin hjá Dan Brimsvík, sum síðst í juni mánaða gjørdist høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá 07 Vestur.
Emil Pedersen skoraði øll trí málini fyri 07 Vestur.
B36 var á vitjan hjá botnliðnum ÍF í Fuglafirði, og vann trygt 3-0. EB/Streymur fekk trý umráðandi stig í eittmálssigri móti Skála, og HB vann 1-0 móti B68 í Gundadali.
Um HB skal hava nakran møguleika at fylgja nøkulunda við Víkingi, skal alt vinnast. Tey trý stigini komu væl við, og meðan havnarmenn hava ein dyst fleiri enn Víkingur eru bara trý stig á muni millum nummar eitt og tvey.
Fimti og seinasta dysturin í hesum umfarinum, sum er millum Víking og KÍ skuldi eftir ætlan spælast mánakvøldið, men er fluttur til 25. september. Hetta tí, at Europa League-dysturin hjá klaksvíkingum í Bosnia Hersigovina hóskvøldið fór út í longda leiktíð.
07 Vestur - NSÍ 3-0 (1-0)
43' 1-0 Emil Pedersen (Sonni Ragnar Nattestad)
58' 2-0 Emil Pedersen
90+4' 3-0 Emil Pedersen (Filip Brattbakk)
ÍF - B36 0-3 (0-1)
08' 0-1 Anton Søjberg (Bjarki Nielsen)
50' 0-2 Hannes Agnarsson (Jann Julin Benjaminsen)
87' 0-3 Anton Søjberg (Hannes Agnarsson)
EB/Streymur - Skála ÍF 1-0 (1-0)
19' 1-0 Emil Weihe Joensen (Boubacar Dabo)
HB - B68 1-0 (1-0)
11' 1-0 Mohammed Samba (Mathias Voss)
Støðan:
Vikingur 51 stig
HB 48 stig
KÍ 42 stig
NSÍ 34 stig
B36 29 stig
07 Vestur 24 stig
B68 14 stig
Skála ÍF 14 stig
EB/Streymur 13 stig
ÍF 3 stig
Víkingur og KÍ hava spælt ein dyst færri
Komandi dystir:
Leygardagin kl. 17: 07 Vestur - B68
Sunnudagin kl. 15: KÍ - EB/Streymur
Týskvøldið kl. 18.30: NSÍ - HB
Týskvøldið kl. 18.30: B36 - Víkingur
Skála ÍF og ÍF spældu í gjárkvøldið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2024
Italska stórfelagið Torino hevur bjóðað uppá unga havnarmannin
16 ára gamli Dávid Reynheim kann vera á veg til italska Seria A felagið Torino.
Fyri in.fo váttar HB, at hava fingið eitt boð, sum felagið hevur góðtikið.
- Nú er tað upp til partarnar at samráðast víðari, men vit eru nøgdir við okkara part, sigur Símun Samuelsen, ítróttarstjóri hjá HB, við in.fo.
Í HB gleðast tey eisini um, at spælarar í felagnum fáa slíkar møguleikar, sigur hann.
Áleyparatalentið hjá HB gjørdi fyri fyrstu ferð um seg í vaksnamannafótbólti í stórsteypadystinum móti KÍ fyrr í ár, tá hann skoraði til 3-1 til HB.
Hann er skrásettur fyri átta dystir fyri besta mansliðið hjá HB í ár.
Dávid Reynheim er sonur navnframa Kára Reynheim, sum var partur av landsliðnum í 80'unum og 90'unum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2024
27-ára gamli miðvallarin úr Runavík hevur nógvar royndir og er lyklaspælari hjá NSÍ. Betuel Hansen er nú knýttur at barndómsfelagnum til og við 2027
Betuel Hansen hevur sambært FaroeSoccer spælt 223 dystir fyri barndómsfelagið, og nú hevur 27-ára gamli sentrali miðvallarin skrivað undir ein nýggjan 3-ára sáttmála.
Hesum boðaði NSÍ frá hósdagin. Hetta merkir, at verjukendi miðvallarin í øllum førum verður at síggja í gulum fram til endan av kappingarárinum í 2027.
Betuel er ein royndur spælari, sum vann steypakappinga við NSÍ í 2017. Runavíkingurin er umráðandi fyri liðið, og fór niður við í 1. deild eftir niðurflytingina í 2022. Hann hevur spælt í øllum dystunum hjá NSÍ í ár.
Sum ungdómsspælari var Betuel Hansen nøkur ár í Silkeborg í Danmark. Hann hevur eina rúgvu av ungdómslandsdystum, millum annað 15 U21-dystir, men enn ongan á A-landsliðnum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2024
Uppflytararnir hava longt við venjaratoymið
Venjaratoymið hjá besta mansliðnum hjá NSÍ heldur óbroytt fram næsta kappingarár.
Høvuðsvenjarin, Jens Wedeborg, og fysiski venjarin, Jóhan Esmarsson Heimustovu, hava sáttmála galdandi fyri, men nú er eisini greitt, at hjálparvenjarin, Asbjørn Tungá, og málmansvenjarin, Símun Rógvi Hansen, hava longt sáttmálan við einum ári.
- Kontinuitetur er ógvuliga týdningarmikil í liðítrótt. Tað tekur tíð at skapa framgongd, bæði sum leikari, lið og venjari. Tíðin er farin frá tí, at tað var ein venjari, sum tók sær av øllum sjálvur.
- Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og ymiskar. Tí er eg ógvuliga fegin um, at vit kunnu halda fram við sama venjaratoymi í 2025. Vit trívast sera væl saman, bæði persónliga og fakliga, sigur høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg.
NSÍ var í fjør ein túr í næstbestu deildini og vendi, men er í ár aftur í bestu deilini. Aftaná 19 dystir hevur NSÍ 34 stig og liggur á fjórða plássi.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2024
Við sannførandi sigri á Víkingi, samstundis sum KÍ vann greitt á TB/FCS/Royn, syrgdi NSÍ farna vikuskiftið fyri, at tað av álvara er blivið trongligt í toppinum í Betrideildini hjá kvinnum
Sunnudagin var síðsta umfar í grundspælinum í Betrideildini hjá kvinnum á skránni, og sum úrslitini háttaðu seg, er tað vorðið rættuliga trongligt, bæði í toppinum og í botninum í kappingini.
Við Løkin í Runavík vann NSÍ 5-2 á oddaliðnum, Víkingi. Í steðginum var støðan 3-0 til runavíkskvinnur, sum grundløgdu sigurin við trimum málum frá Heidi Sevdal.
Í Eiðinum í Vági hevði TB/FCS/Royn vitjan av klaksvíkskvinnum, sum fóru um suðuroyarfjørð aftur við einum 6-0 sigri í viðførinum.
Í botninum er eisini blivið rættuliga spennandi, serliga eftir at Skála sunndagin vann 1-0 á B36.
Fjórði dysturin var í Hoyvík, har FC Hoyvík tók ímóti HB. Í hálvleikinum vóru tær reyð-svørtu á odda 3-0. Í steðginum kom Rebekku Benbakoura – sum eftir eitt hálvt ár í grikskum fótbóltum, skifti til HB í summar – á vøllin, og við fýra málum syrgdi Rebekka fyri, at HB vann 7-0.
14. umfar í Betrideildini, kvinnur:
B36 - Skála ÍF 0-1 (0-1)
37' 0-1 Arnfríð Jacobsen (Sara Benjaminsen)
NSÍ - Víkingur 5-2 (3-0)
26' 1-0 Heidi Sevdal (Rúna Olsen)
31' 2-0 Sigrid Jacobsen (Rúna Olsen)
34' 3-0 Heidi Sevdal (Rúna Olsen)
49' 3-1 Jensa Tórolvsdóttir (Rakul Sørensen)
62' 4-1 Julia Naomi Mortensen (Heidi Sevdal)
82' 5-1 Heidi Sevdal (Sara Lamhauge)
88' 5-2 Lea Lisberg (Jensa Tórolvsdóttir)
FC Hoyvík - HB 7-0 (3-0)
04' 0-1 Sunniva Willemoes (Elin Maria Isaksen)
24' 0-2 Rúna Jacobsen (Ása Carlsen)
38' 0-3 Halla Ejdesgaard (Teresa Jacobsen)
46' 0-4 Rebekka Benbakoura (Teresa Jacobsen)
49' 0-5 sjálvmál
56' 0-6 Rebekka Benbakoura (Halla Ejdesgaard)
81' 0-7 Rebekka Benbakoura (Lisa Haraldsen)
TB/FCS/Royn - KÍ 0-6 (0-4)
25' 0-1 Tóra Mohr (Maria Johansen)
28' 0-2 Eyðvør Klakstein (Tóra Mohr)
41' 0-3 Tóra Mohr (Tórunn Joensen)
44' 0-4 Maria Johansen (Birita Ryan)
75' 0-5 Ranja Joensen
88' 0-6 Tóra Mohr (Sanna Svarvadal)
Vunnu við 25 málum
Mikukvøldið var seinasti dysturin í grundspælinum spældur, talan var um útsetta dystin frá 12. umfari, ein týdningarleysur dystur millum botnliðið FC Hoyvík og NSÍ. Og her hendi tað óvanliga, at NSÍ vann heili 25-0.
FC Hoyvík - NSÍ 25-0 (14-0)
01' 0-1 Heidi Sevdal (Julia Naomi Mortensen)
03' 0-2 Sara Lamhauge
05' 0-3 Heidi Sevdal (Sara Lamhauge)
09- 0-4 Julia Naomi Mortensen (Helga Mikkelsen)
13' 0-5 Helga Mikkelsen (Lena Olsen)
15' 0-6 Heidi Sevdal (Sara Lamhauge)
22' 0-7 Sara Lamhauge
23' 0-8 Heidi Sevdal (Julia Naomi Mortensen)
24' 0-9 Lena Olssen (Julia Naomi Mortensen)
26' 0-10 Evelin Mastropasqua (Helga Mikkelsen)
31' 0-11 Heidi Sevdal (Rúna Olsen)
34' 0-12 Julia Naomi Mortensen (Helga Mikkelsen)
36' 0-13 Rúna Olsen
37' 0-14 Evelin Mastropasqua
46' 0-15 Evelin Mastropasqua (Helga Mikkelsen)
48' 0-16 Julia Naomi Mortensen (Sjarlotta Joensen)
53' 0-17 Heidi Sevdal
56' 0-18 Helga Mikkelsen (Heidi Sevdal)
68' 0-19 Lena Olsen (Rutt Gregersen)
74' 0-20 Julia Naomi Mortensen (Heidi Sevdal)
78' 0-21 Heidi Sevdal (Poula Nesá)
80' 0-22 Heidi Sevdal (Rutt Gregersen)
81' 0-23 Julia Naomi Mortensen (Heidi Sevdal)
82' 0-24 Lena Olsen (Heidi Sevdal)
83' 0-25 Heidi Sevdal (Lena Olsen)
Úrslitið av grundspælinum:
Víkingur 35 stig
KÍ 34 stig
NSÍ 33 stig
HB 26 stig
B36 13 stig
Skála ÍF 8 stig
TB/FCS/Royn 7 stig
FC Hoyvík 5 stig
Víkingur, KÍ, NSÍ og HB spæla nú víðari í einum FM-bólki har fyrsta umvær væntandi verður spælt sunnudagin 1. september.
B36, Skála ÍF, TB/FCS/Royn og FC Hoyvík halda fram í niðara bólkinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2024
Hetta í sambandi við venjingarlegu í Spania. Øssur Hansen hevur úttikið 18 spælarar úr ellivu ymiskum feløgum
Tá landsliðssteðgur er fyrst í september mánaði, fer U19-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Spania. Har skal liðið skal spæla tveir venjingardystir móti Skotlandi og Turkmenistan
- Sum liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum er á skránni í heyst, fer U19-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Pinatar í Spania frá 3. til 10. september. Umframt venjingar, skal føroyska liðið eisini spæla tveir venjingardystir, sum vera ímóti Skotlandi og Turkmenistan. Báðir dystirnir vera á Pinatar Arena í Pinatar, sum liggur úti við Miðjarðarhavið í landsynningspartinum av Spania.
Hetta skrivar fsf.fo.
Øssur Hansen er venjari hjá U19-dreingjunum. Hann hevur nú sett navn á teir 18 spælararnar, ið eru boðsendir til venjingarleguna í Spania.
Talan er um spælarar úr ellivu ymiskum feløgunum, har 07 Vestur, Víkingur og HB eru best umboðað við trimum spælarum hvør. Ein spælir til dagliga uttanlands, Aron Benjaminsen. Hann er uppvaksin í Skála ÍF.
Hópurin
Sámal á Steig, 07 Vestur
Jónatan Nattestad, 07 Vestur
Jónas Prior, 07 Vestur
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Torkil Holm, TB
Aron Arnoldsen, TB
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Bjørn Bakk Bjarkhamar, Víkingur
Mattias Hellisdal, B36
Rúni Kjærbo, HB
Baldur Niclasen, HB
Djóni Samuelsen, HB
Sjúrður Henriksen, AB
Bartal Páll Klein, B68
Markus Isaksen, Skála
Aron Benjaminsen, Kristiansund BK (Noreg)
EM-undankappingin hjá U19 verður í Kosovo frá 11. til 20. november, og tá eru Føroyar í bólki saman við Kosovo, Spania og Eysturríki.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2024
Fróði Benjaminsen hevur úttikið hópin, sum frá 2. til 9. september fer á venjingarlegu í Spania
Niðurlond, Kroatia og Albania vera føroysku mótstøðulondini, tá U17 landsliðið við dreingjum í oktober mánaði verður við í EM-undankappingini, sum verður í Albania.
Sum fyrireiking til kappingina fara U17 dreingirnir fyrst í komandi mánaði á venjingarlegu í Pinatar í Spania.
Endamálið við venjingarleguni er fyrst og fremst at fáa nakrar góðar venjingar í góðum umstøðum, umframt at dreingirnir eisini fáa møguleikan at venja og spæla á grasi.
Harafturat er ætlanin eisini at spæla tveir venjingardystir, men hvørji mótstøðuliðini verða, er ikki greitt enn.
Fróði Benjaminsen er venjari hjá U17 dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Rógva Nónsgjógv Poulsen, hevur hann úttikið 18 spælarar til venjingarleguna í Pinatar, sum liggur í landsynningshorninum av Spania.
Hópurin
Markus Johansen, 07 Vestur
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Tróndur Sjúrðarson, NSÍ
Benadiktus Olsen, NSÍ
Jónas Brynhildarson Gaard, HB
Silas B. Joensen, HB
Jógvan í Lon, HB
Jógvan í Skála, HB
Dánial Mørkøre, HB
Dávid Reynheim, HB
Jens Eiler Samson, Víkingur
Jeffri Dulavík Berg, Skála
Eyðtór E. Joensen, TB
Djóni Sivertsen, B36
Rasmus Emil Poulsen, B36
Páll Muller, KÍ
Jónas Samuelsen, B68
Silas Pardamean Skaale Siagian, Lyngby BK (Danmark)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2024
29-ára gamli leirvíkingurin skoraði evropeiskt mál og var við at halda íslendska málið reint í knúsandi 5-0 sigrinum. Santa Coloma vendir helst ikki hesum í Andorra
- Vit fara inn fyri at vinna allar dystirnar og vita hvussu langt tað røkkir. Og so hava vit ein sjálvandi ein dreym um at koma langt í Evropa. Í fjør kiksaðu vit móti Riga beinanvegin, sjálvt um vit spæla. Vit halda, at vit kunnu meira enn 1. umfar í Evropa
Soleiðis segði Gunnar Vatnhamar við Portalin, tá vit hittu leirvíkingin í Reykjavík í apríl. Hetta var eftir fyrsta dystin í kappingarárinum hjá Víkingi Reykjavík. Tá skoraði føroyski landsliðsspælarin.
Hóskvøldið tók Víkingur ímóti UE Santa Coloma í fyrra play-off dystinum í Conference League. Stórt tak móti evropeiska dreyminum hjá Gunnari og liðfeløgunum kundi takast, og Víkingur tók av í seinna hálvleiki, sum liðið spældi í yvirtali.
Tað var 1-0 eftir 43 minuttir, og so fekk Christian Garcia beinleiðis reytt kort. Í seinna hálvleiki skoraði Nikolaj Hansen sítt annað mál, Valdimar Þór Ingimundarson gjørdist tvífaldur málskjútti, og Gunnar Vatnhamar syrgdi eisini fyri einum máli.
Hetta var til 3-0 miðskeiðis í 2. hálvleiki. Eftir hornaspark rakti bólturin stongina, og so var Gunnar til reiðar at prika bóltin í netið.
Tað endaði 5-0 í Reykjavík, og harvið er Víkingur í frálíkari støðu at koma í bólkaspælið (deildarspælið) í triðsterkastu evropeisku kappingini. Har var Breiðablik - við Klæminti Andrasson Olsen - eisini í fjør.
Seinni dysturin verður í Andorra komandi viku.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2024
Føroyar stríddu seg til eitt 15. pláss av 24 í EM-endaspælinum, og vunnu samstundis seinasta HM-atgongumerkið til HM 2025 í Slovenia
Føroyar stríddu seg til eitt 15. pláss av 24 í EM-endaspælinum, og vunnu samstundis seinasta HM-atgongumerkið til HM2025 í Slovenia. Eitt heilt fantastiskt avrik, har Føroyar vunnu 26-24 á Eysturríki, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 11-13 í hálvleikinum.
Dysturin gekk javnt á fyrstu løtuna, og føroysku leikararnir høvdu ringt við at fáa hol á eysturíksku verjuna, sum stóð heilt inni á strikuni. Føroyska spælið var á markinum til drál hvørt álop, og málmøguleikarvóru eisini brendir, eysturríkski málverjin stóð væl. Yvirtalsspælið var aftur trilvandi, og okkarafingu ov lítið burtur úr støðunum. Føroyingarnir runnu aftaná allan hálvleikin, og í hálvleikinum var støðan 13-11 til Eysturríki.
Tað vóru brendir málmøguleikar fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, sum gjørdi at Føroyar ikki hálaðu inn, heldur øktu eysturríkar um leiðsluna. Verjan traðkaði ov illa út til stóru eysturíksku skjúttarnar, sum øktu til 17-13.
Føroyar gjørdu nakrar tillagingar næstu løtuna. Jón Midjord kom inn aftur í verjuna og traðkaði betri út til stóra vinstra bakkin hjá Eysturríki. Eisini kom Bjarni Jacobsen inn í føroyska málið, og hevði tríggjar bjargingar beinanvegin. Hetta gjørdi at vit komu upp á javnt aftur, 17-17, eftir stuttari løtu. Enn stríddust føroyingarnir fyri at fáa mál, og komu tað fá mál um miðjan hálvleikin.
Føroysku leikararnir góvu tó alt seinastu løtuna. Rúnar Hammer gav tað allarsíðsta hann átti og fann væl Jón Midjord á strikuni og avgjørdu teir dystin saman. Føroyar stríddu seg til ein 26-24 sigur seinastu løtuna, og harvið eitt atgongumerki til HM2025 í Slovenia.
Eftir dystin var Jón Midjord kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Jón var ein brandur í verjuni, og var hann maðurin, sum fekk steðga stóra skjúttanum á vinstra bakki. Eisini gjørdi hann 6 mál uppá 6 royndir í álopinum. Føroyar blivu við hesum nr. 15. av 24 liðum í EM-endaspælinum og vunnu samstundis seinasta HM-atgongumerkið til HM summarið 2025 í Slovenia.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 7 (4)
Jón Midjord 6
Magnus Árason 5
Rúnar Hammer 3
Lýðar í Dímun 2
Pauli Rasmussen 1
Haraldur Karlsson 1
Fríði í Innistovu 1
Málverjar:
Ingi Johannesen 36 min., 6 bjargingar, 23%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 24 min., 5 bjargingar, 42%
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2024
Josefine Dyring spælir hetta kappingarárið við strandakvinnum
Besta kvinnuliðið hjá StÍF hevur styrkt seg. Talan er um 20 ára gamla vinstra bakspælaran og playmakaran, Josefine Dyring, sum kemur úr Stoholm í Danmark.
Í sínum ungdómsárum spældi hon hondbólt í heimstaðnum Stoholm. Tá hon gjørdist eitt sindur eldri, fór hon til Holstebro at spæla, har hon eisini fekk lokið miðnámsprógv. Eftir hetta spældi hon í Skive fH, og nú sær hon fram til at spæla í Føroyum hjá okkum í StÍF, sigur felagið.
StÍF var í fjør væl við, og spældi seg í FM-finalurnar móti Kyndli. Talan bleiv tó um trý tap, og harvið fingu strandakvinnur silvur.
Landskappingin byrjar aftur 7. september. StÍF spælir 8. september, tá Stjørnan er á vitjan.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2024
Egi Gothard Danielsen heldur fram sum formaður. Jóna Victoria Tórðardóttir Bærentsen er nýggj í nevndini
Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali á aðalfundinum hjá Stranda Ítróttafelag, StíF, í vikuni.
Eftir fýra ár í nevndini valdi Rúni Rasmussen at takka fyri seg. Hann var fyrstu trý árini formaður í felagnum, men valdi í fjør at lata staffettina víðari til Ega Gothard Danielsen.
Nevniliga Egi Gothard Danielsen stóð fyri vali í ár, og hann varð afturvaldur.
Nýggj í nevndini er Jóna Victoria Tórðardóttir Bærentsen.
Nevndin hjá StÍF sær sostatt soleiðis út
Egi Gothard Danielsen, formaður
Ann Berg Christensen, næstforkvinna
Suni Ernstsson, kassameistari
Sára Mrdalo, skrivari
Ólavur í Geil, nevndarlimur og varaskrivari
Simona Paula á Fríðriksmørk, nevndarlimur og samskipari
Jóna Victoria Tórðardóttir Bærentsen, nevndarlimur
Alexandur Johansen, tiltakslimur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. august 2024
Tað er Kristmund Petersen, ið fann hesi gomlu navnabrettini fram, tá familja hansara ruddaði í einum gomlum kjallara í býnum
Á Facebook-vanga sínum skrivar Klaksvíkar Róðrarfelag um hesa serstøku handanina.
Tað var í sambandi við Føroya Sjómannadag, at nakrir ungir mans flotaðu Nevið Reyða leygarmorgunin, tá seglskipini komu inn eftir vágni.
- Frá vinstru: Jónatan Norðberg, Róland Petersen, Kristmund Petersen, Birgir Sigurðsson, John Viðoy, Markus Løwe og Ísakur Viðoy Staksá.
Aftan á móttøkuna tók Sonja Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag, ímóti tveimum gomlum navnabrettum frá Kristmundi Petersen. Flest kappróðraráhugað munnu kenna Kristmund sum bátsformann umborð á Norðingi.
Klaksvíkar Róðrarfelag skrivar, at tað er ikki til at vita, hvussu gomul navnaskeltini eru, men helst eru tey eldri enn júst tað navnabrettið, sum hongur til prýðis í kaffistovuni í neystinum.
Róðrarfelagið takkar fyri hendan dýrgrip, sum er heilt serstakur fyri felagið. Felagið eigur ikki nógvar søguligar lutir, men setur stóran prís uppá at fáa slíkar gávur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2024
Leygardagin vann Silja G. Eystberg báðar greinar hon luttók í, fyrst tølt við hestinum Tango og síðani tvíspor l flokk vaksin við Óðini, og um alt gongur eftir ætlan, kann hon vinna FM í báðum hesum greinum, tá seinasta kappingin verður í Vágum
Unga havnargentan, Silja G. Eystberg hevur av álvara gjørt vart við seg í ríðing í hesum í kappingarárinum. Soleiðis var eisini nú Heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var leygardagin.
Silja G. Eystberg gjørdi bart, og vann báðar greinar hon luttók í. Fyrst tølt við hestinum Tango og síðani tvíspor l flokk vaksin við Óðini. Hetta viðførir, at um alt gongur eftir hennara ætlan, so kann hon vinna FM í báðum hesum greinum, tá seinasta kappingin er í Vágum. Í tølt eru hon og Tango fýra stig framman fyri nummar tvey, og í tvíspor vaksin l flokkur eru tey eitt stig frammanfyri.
Hetta skuldi í øllum førum borga fyri einari spennandi avgerð í tvísporinum. Har kappast Silja G. Eystberg og Óðin um FM við hestin Braga sum Alberg B. Lützen ríðir. Tað skuldi verið løgið um tey bæði rossini ikki vera parað soleiðis, at vit fáa eina beinleiðis FM finalu. Snøgt og greitt, tann sum er fremst á degnum vinnur FM, so kann tað ikki vera nógv meira spennandi. Seinasta kappingin er komandi vikuskiftið, skrivar ríðingarfelagið.
Úrslitini á Heystkappríðingini:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. august 2024
Minningarorð
Tað var við stórari sorg, at vit týsdagin mistu okkara góða vin og starvsfelaga á ráðhúsinum, Óla Jákup Rólantsson. Hóast hann hevði drigist við heilsuligar avbjóðingar í mong ár, høvdu vit ikki væntað hetta, tí okkara vón var, at alt skuldi ganga væl og at hann skuldi koma skjótt fyri seg aftur.
Sjálvur var Óla Jákup ikki hann, ið gramdi seg um sína heilsustøðu ella tosaði um sjúku. Ta einu ferðina, hann í einum blað varð spurdur, nær hann var í góðum lag, svaraði hann stutt og greitt: Tá heilsan er góð! Nógv meira enn tað legði hann ikki í at tosa um seg sjálvan og sína støðu.
Óla Jákup var føddur tann 27. mai í 1956 og vaks upp á Heimbø í Søldarfirði. Foreldrini vóru Rólant Olsen, ættaður úr Søldarfirði, og Bodil, fødd Vestergaard og ættað úr Sumba. Óla Jákup var yngstur av fýra systkjum, og hini vóru Dagbjørt, Hervør og Jóanis. Systrarnar báðar fóru við stuttum millumbili í 2022, so nú er eldri beiggin tann einasti, ið er eftir av teimum.
Eingin ivi var um, at Óla Jákup var søldfirðingur við stóra S, og mangan fortaldi hann um sín uppvøkstur við kúgv í kjallaranum, skúla, umhvørvi, seyðahaldi og øðrum. Hartil var hann sera ættkærur og eisini errin av at vera hálvur sumbingur, og javnan vitjaði hann suður til røturnar í móðurlegg.
Søldfirðingum líkt, hevði hann eisini stóran áhuga fyri og stóra vitan um bilar, og tað var millum annað ein av fleiri felags áhugamálum, vit báðir høvdu. Eisini kundu vit tosa um tónleikin, ið varð spældur fyrr í tíðini, og Óla Jákup var altíð fyrikomandi og fittur at vera saman við. Soleiðis knýttu vit góð vinarbond fyri mongum árum síðani.
Tónleikurin fylt nógv hjá honum, og fyrst og fremst høvdu rock- og countrytónleikur hansara stóra áhuga. Sum ungur var hann í breiðastu merking við í tónleikalívinum í heimbygdini, og fekk hann ein gittara í hondina – sum hann átti fleiri av – hoyrdist skjótt, hvussu kringur hann var við streingjunum. Óla Jákup hevði ætlað at innrætta bilhúsið til tónleikastudio, so hann og vinmenn kundu hugna sær har við tónleikinum, men hetta kom hann ikki til at uppliva.
Hann gekk eitt skeið á Føroya Fólkaháskúla í 1977, og í summar hittust fleiri av teimum hittust aftur til hugnaliga samveru. Tá vóru fýra av teimum farin, og nú gjørdist Óla Jákup sjálvur tann fimti. Sum hjá so mongum ungum, gekk leiðin síðani í Hoydalar, har hann í 1979 tók HF-prógv.
Sama ár byrjaði so ein long yrkisleið á Dagblaðnum, har hann øll árini var ein av berandi kreftunum á redaktiónini, umframt at hann í eini tvey ár var blaðstjóri á blaðnum fyrst í 90-unum.
Eitt skifti fór Óla Jákup til Noregs at útbúgva seg, serliga tá ið umráddi olju og samskipan. Eisini gav hann út bók um oljuvinnuna í Noregi á norskum og enskum máli, og síðani hevur hann staðið fyri nógvum tíðarritum og útgávum, og millum annað hevur hann verið uppi í fleiri bókaútgávum.
Síðst í 90-unum fór hann í Útvarpið at gera sendingina Koyribreytin, ið samantvinnaði áhugan fyri bilum og ferðslu og ikki minst tí serliga ‟koyritónleikinum”, ið sjálvandi var country. Um hetta mundið fann hann saman við Lailu Jacobsen, sum er úr Skálavík, og gjørdu tey eisini nógvar sendingar í felag. Tey bæði fóru síðani á Rás 2 at arbeiða, og eftir tað var Óla Jákup í fleiri ár drívmegin aftan fyri VikuBlaðið, sum tá varð borið í hvørt hús í landinum.
Í 2010 kom Óla Jákup at starvast sum miðlasamskipari hjá býráðnum, og hann syrgdi fyri at miðla alt tað politiska arbeiðið í kommununi. Áðrenn og eftir hvønn býráðsfund sendi hann kunning út, og skuldu onkur tíðindi berast ella greiðast frá spennandi ætlanum, fekk hann við sínum lætta penni sett alt so væl og greitt saman.
Óla Jákup var mentaður maður og hevði lisið nógv, og hann varð ikki tikin í breiðari almennari vitan, tí tað fanst ikki tað evni, hann ikki visti okkurt um ella skjótt dugdi at seta seg inní. Máloyra hevði hann sum fáur, og honum lá á hjarta at røkja føroyska málið væl og virðiliga, samstundis sum hann var kønur í øðrum málum við, kanska serliga norðurlendskum málum og enskum.
Á ráðhúsinum minnast vit hann nú sum ein góðan vin og ein góðan starvsfelaga, ið altíð gav sær stundir til at tosa og vegleiða, tí hollur var hann í ráðum, tá ið tað snúði seg um dagsins gerning og ymisk mál, ið vóru uppi í tíðini. Aftur her kom hansara holla vitan um øll samfelagsmál og samfelagsviðurskifti kommununi til góðar.
Laila og Óla Jákup fingu 25 ár saman, og tann 1. mai í ár kundu tey halda postalínbrúdleypsdag, tí tey høvdu verið gift í 20 ár. Sjálvt giftarmálið fingu tey skjótt í lag, tá ið tey skuldu ættleiða dóttir sína, Theresu Fei, tí tá ið tey skuldu skriva undir pappírini, skuldu tey millum annað skriva, nær tey vóru gift, og so var bara at fáa eisini tað gjørt. Theresa var teimum eitt satt bønarsvar, so tey kundu gerast foreldur, eftir at tey til fánýtis høvdu roynt fleiri viðgerðir fyri barnloysi.
Fyri sjey árum síðani bygdu tey sær eini fitt og snotilig hús Oman Gil í Hoyvík, og ikki minst gekk Óla Jákup høgt uppí, hvussu húsini skuldu gerast og hvussu alt skuldi vera uttan um húsini. Fitt í hondunum vóru tey bæði, og tað hevur altíð verið hugnaligt og gott at komið á gátt í heimi teirra. Hetta gjørdist veruliga eitt fevnandi heim við sál, har tey trý kundu fjálga um sína lítlu familju.
Altíð hava tey havt gongd í onkrum, virkin sum tey hava verið, og síðani 2005 hava tey skipað fyri bussferðum til Stettin í Polandi í bæði páska- og heystferiuni, har føroyingar í stórum tali eru farnir til tannlækna, optikara, handils ella bara fyri at uppliva Póland. Ferðaløgini hava vanliga talt millum 25 og 30 fólk, og fleiri hava verið við á hesum væl fyrireikaðu og skipaðu ferðum fleiri ferðir.
Nú er Óla Jákup farin sína seinastu ferð, ið gjørdist líka óvæntað, sum so ofta er. Meiri enn so hava boð verið eftir honum áður, tí heilsustøðan hevur verið álvarslig, men hvørja ferð hevur hann hórað undan. Fyri einum góðum ári síðani gjørdist hann pensionistur og hevur síðani arbeitt niðursetta tíð, men framvegis líka ágrýtin og ábyrgdarfullur, og hann hevði sínar arbeiðsdagar á ráðhúsinum líka til tað síðsta.
Nokk so sigandi um Óla Jákup var tað, sum hann í desembur 2021 skrivaði í einum
lesarabrævi um koppseting og sjúku, tá ið hann júst hevði fingið tað triðja prikið við
koronukoppseting: “Bíblian lærir ikki, at vit sleppa undan sjúku og líðingum. Tað er ein natúrligur partur av hesum syndiga heimi. Hinvegin lærir Bíblian, at uttan mun til, hvat hendir mær, eri eg í Guds hondum, í hansara varðveitslu.”
Soleiðis var Óla Jákup, at hann trygt legði seg og sítt í Guds hendur og í hansara
varðveitslu, og so ráddi bara um at taka tað, sum kom, soleiðis sum tað nú fall í hansara lut. Týsdagin var so tímaglasið runnið, og eg má bara drýpa høvur og staðfesta, at saknurin á ráðhúsinum verður stórur og eitt stórt tómrúm stendur eftir, nú góði og trúfasti vinurin ikki er meira.
Góðu Laila og Theresa við familju! Jesus pápi styrki tykkum og fylgi tykkum í hesum sváru døgum.
Hvíl í friði, góði Óla Jákup! Takk fyri tín vinskap og trúskap, sum ongantíð verður gloymdur!
Vegna starvsfelagar og Tórshavnar kommunu
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. august 2024
Hon hevur havt eina røð av politiskum álitsstørvum bæði í kommunal- og landspolitikki umframt á fólkatingi – og ofta var hon fyrsta føroyska kvinnan at røkja álitsstarvið
Tann 7. august andaðist Lisbeth L. Petersen, undangongukvinna og fyrrverandi forkvinna í Sambandsflokkinum, løgtingskvinna, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og fólkatingskvinna, 85 ára gomul.
Lisbeth L. Petersen var bæði ein undangongukvinna og ein merkiskvinna. Hon hevur havt eina røð av politiskum álitsstørvum bæði í kommunal- og landspolitikki umframt á fólkatingi – og ofta var hon fyrsta føroyska kvinnan at røkja álitsstarvið.
Lisbeth stillaði upp fyrstu ferð og varð vald í býráðið í Tórshavnar kommunu í 1984. Hetta var ein søgulig hending, tí tað var fyrstu ferð, at ein kvinna varð fólkavald at umboða Sambandsflokkin. Hon fekk í boði at verða vald til borgarstjóra, men valdi í staðin at vera varaborgarstjóri og forkvinna í sosialu nevnd. Eftir býráðsvalið í 1992 skrivaði Lisbeth L. Petersen aftur politiska søgu, tá hon sum fyrsta kvinna nakrantíð varð vald til borgarstjóra í størstu kommunu í landinum, Tórshavnar kommunu. Lisbeth var vældámd sum borgarstjóri. Við henni á odda fekk Sambandsflokkurin sítt besta val nakrantíð á kommununalvalinum í Havn í 1996.
Eisini í landspolitikki hevur Lisbeth L. Petersen skrivað politiska søgu. Hon varð vald á løgting í 1990 og sat á tingi í 18 ár, til 2008, tá hon ikki stillaði upp aftur. Á heysti í 1994 stóð tað henni í boði at gerast løgmaður, men hon tók ikki av. Í 2001 – 2004 var Lisbeth vald til forkvinnu í Sambandsflokkinum. Hon er fyrsta- og higartil einasta forkvinna í Sambandsflokkinum. Tann 30. apríl 2002 var løgtingsval, og Sambandsflokkurin við Lisbeth L. Petersen á odda vann stórsigur. Á løgtingsvalinum 2004 hevði Sambandsflokkurin afturgongd, men varðveitti støðuna sum størsti flokkur. Dagin eftir boðaði Lisbeth L. Petersen frá, at hon legði frá sær sum floksforkvinna. Á løgtingi hevur Lisbeth havt eina røð av álitssessum. Eitt, sum altíð hevur eyðkent Lisbeth í politikki, er áhugin fyri sosiala økinum og javnstøðu millum kvinnur og menn. Lisbeth hevði sín stóra leiklut í at fáa Demokratia sett á stovn.
Lisbeth L. Petersen var fyrsta føroyska kvinna, sum varð vald á fólkating. Hon sat á fólkatingi í árunum 2001 – 2005.
Lisbeth L. Petersen hevur havt álitssessir bæði í Kvinnufelagnum í Havn og í KSF (Kvinnufelagasamskipan Føroya). Hon var virkin í Kvinnutingunum, sum vórðu hildin til tess at fáa kvinnur virknar í politikki. Tað arbeiðið, sum Lisbeth saman við øðrum hevur lagt eftir seg í hesum felagsskapum, hevur havt sera stóran týdning. Somuleiðis hevur hetta verið við til at leggja lunnar undir støðuga arbeiðið at fremja javnstøðu millum kvinnur og menn í Føroyum.
Lisbeth L. Petersen er ein av fáu føroyingum, sum hava fingið heiðurin at vera riddari av Dannebrog.
Kvinnufelagið í Havn takkar hjartaliga Lisbeth fyri arbeiðið, sum hon hevur gjørt fyri Kvinnufelagið, fyri arbeiðið at fremja javnstøðu millum kvinnur og menn umframt fyri at hava gingið undan sum kvinna í politikki í Føroyum.
Kvinnufelagið í Havn
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. august 2024
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald