Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 27. apríl 2024 | Nr. 17 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

KÍ tveitt venjaran til hús

SíÐa 43

1 Leygardagur 27. apríl 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Feitar tíðir

Tað tykist sum nógvir føroyingar fingu sum vátan vøtt á kjaftin, tá vit í vikuni vórðu órógvað av Fólkaheilsustýrinum, sum segði okkum, at vit eru ov tjúkk.

Tað eru einans kilenar, amerikanarar og rumenar, sum eru feitari enn vit, fingu vit at vita.

Hetta kom óvart á nógv. Høvdu hug at tala at. Hví skuldi hetta gerast til ein trupulleika? Nú høvdu vit tað akkurát so gott. Okkara ítróttafólk klára seg so væl á alheims leikvøllum, og nú koma tit so og fortelja okkum, at vit viga ov nógv.

Tað var sum um, at vit ikki vildu góðtaka tíðindini. Onkur fóru at tosa um, hvørt tað nú var rætt at brúka BMI sum mátieind fyri slíkum kanningum. Sum um tað er orsøkin til, at føroyingar eru ov feitir.

Skal viðganga, at vit vistu ikki, at tað stóð so illa til her hjá okkum. So mikið betur er tað so, at heilsumyndugleikarnir leggja tølini á borðið, so at vit kunnu síggja veruleikan í eyguni.

Vit kunnu so hvør í sær umhugsa hvat vit kunnu gera fyri at fáa føroysku miðalvektina niðuraftur. Men tað er eisini neyðugt hjá myndugleikum og politikarum at umhugsa hvat gerast skal við trupulleikan. Tí ein trupulleiki er tað væl saktans.

Og kjakið er farið ígongd, og játtanirnar koma raplandi fram. Vit ganga og lítið, vit tora ikki at lata børnini fara til gongu í skúla og frítíðarítriv, tað er ov bíligt at keypa ósunnan mat og ov dýrt at keypa sunnan mat og so víðari og so víðari.

Skal tað almenna taka sær av at gera mat til børnini í fólkaskúlanum? er ein av spurningunum, sum hevur verið settur, tí kanningin eitt nú vísir, at fiti – øvugt av hvussu tað var fyrr í tíðini – nú rakar tann fátækara og minni lærda partin av fólkinum og teirra børn.

Men tað ber eisini til at ivast í, um ein matarskipan er tann besta loysnin. Vit síggja dømini úr eitt nú Onglandi og USA, har matarskipan í langa tíð hevur verið ein partur av skúlatilboðnum. Men trupulleikin vísir seg nú at vera, at almennu myndugleikarnir ansa eftir ikki at brúka ov nógvar pengar upp á skipanina, og harvið gerst maturin bíligur og hartil ósunnur og børnini hareftir.

Hetta er ein velduga stór avbjóðing, sum snýr seg um mátan, ið vit liva í okkara vælferðarsamfelag.

Tað er ikki bara so, at vit eta meira nú enn vit hava gjørt fyrr. Tað, sum er broytt er, at vit røra okkum ikki í samsvari við tær kaloriur vit taka inn.

Tað er lætt nokk at siga, at vit skulu røra okkum meira, og vita tað eisini sjálvi, at vit høvdu tað betri, um vit rørdu okkum og fingu lætt okkum við nøkrum kiloum.

Avbjóðingin er at finna fram til, hvussu vit kunnu varðveita njótilsi av at eta eina máltíð saman við øðrum – sum jú altíð hevur verið nakað, ið hevur givið menniskjanum vælveru og hugna – uttan at vit harvið skulu gera okkum sek í at gera okkum inn á heilsustøðuna hjá okkum sjálvum og okkara gestum.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 4499

    Lisnar síður: 12277

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 27. apríl 2024

Justin Terry aftur til Føroya

21. september verður country konsert í Lívdini við Justin Terry og Nashville bólki hansara Lonsome Ranger

 
SkrivaÐ:

Jákup Bech Jensen

Justin Terry er ein fjøllistamaður frá Knoxville, Tennessee. Umframt at vera kendur sangari er hann eisini leiklistamaður.

- Tá ið eg var í Føroyum í mars 2023, avgjørdi eg, at eg skuldi koma skjótt aftur til Føroya. Tað var ein sera góð kensla at spæla í Hoyvík fyri fullsettum húsi, og tí havi eg valt at hava mín egna bólk við í ár, sigur Justin Terry.

Teir, sum manna bólkin hjá Justin, eru allir viðurkendir Nashville tónleikarar. Millum teirra er bass leikarin Mark Fain, sum hevur verið í uppskoti til 11 Grammy Awards og hevur vunnið 7 av teimum.

Tónleikaleiðin hjá Justin byrjaði í 2006 sum bass sangari í ymiskum gospel kvartettum so sum The Stamps Quartet og The Blackwood Quartet. Tað var við The Blackwood Quartet, at Justin veruliga slapp at royna seg við djúpu røddini í einum Elvis-showi fyri 10 árum síðan við sanginum “Way down”.

Hendan upptøkan endar við, at Justin fer heilt niður í kjallaran, og fjøldin fagnar honum. Sí upptøkuna her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Djúpa røddin hjá Terry hevur ført til, at hann eisini hevur fingið nógvar uppgávur at leggja rødd til lýsingar og reklamur í útvarpi og sjónvarpi. Hann hevur eisini luttikið í fleiri enn 60 landsumfevnandi sjónvarpsendingum.

Fyrsta fløga hansara “Inspired” kom út í 2012, og árið eftir kom næsta útgávan “Countryfied”. Í 2016 kom Justin við einari jólaútgávu, “A Christmas Love Song”, og í 2018 kom “Vintage”, har millum annað klassikarin “She thinks I still care” er við.

Justin arbeiðir í løtuni við nýggjari útgávu, sum kemur á marknaðin áðrenn konsertina í Føroyum í september.

Umframt Justin Terry og Lonsome Ranger, so koma Blátt Gras eisini at luttaka á konsertini.

Tað er Praise Him, sum skipar fyri konsertini, sum verður 21. september kl. 21  í Lívdini í Hoyvík. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. apríl 2024

3 Leygardagur 27. apríl 2024

Fólkaheilsustýrið: Vit viga ov nógv

Í okkara parti av heiminum teljast vit nú millum tey londini, har lutfalsliga flest fólk viga ov nógv

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað gongur skeivan veg við vektini hjá føroyingum. Nýggj tøl hjá Fólkaheilsustýrinum vísa, at alt størri partur av fólkinum í Føroyum livir við yvirvekt, og í okkara parti av heiminum teljast vit nú millum tey londini, har lutfalsliga flest fólk viga ov nógv.

Hetta staðfestir stóra fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað?” frá 2023, har góðir 5.000 føroyingar svaraðu spurningum um heilsu, sjúku og trivnað. Út frá upplýsingum í kanningini er BMI, sum er eitt roknað lutfall millum hædd og vekt, ásett fyri luttakararnar. Liggur BMI-talið á 25 ella hægri, verður tað mett sum yvirvekt.

Kanningin vísir, at 66 prosent av føroyingum hava eitt BMI uppá 25 ella hægri. Sostatt viga tveir av trimum føroyingum ov nógv. Í 2015 lá talið á 58 prosent, og í 2019 var tað vaksið til 62 prosent, so gongdin má sigast at vera negativ. Ein størri partur av monnunum (73 prosent) hevur eitt BMI uppá 25 ella hægri samanborið við kvinnur (59 prosent). Hjá báðum kynum eru lutfalsliga flest við yvirvekt í aldursbólkinum 55-64 ár – ávikavist 82 prosent hjá monnum og 65 prosent hjá kvinnum.

[object Object]

[object Object]

Alheims fólkaheilsutrupulleiki

Samanbera vit føroysku BMI-tølini við tey í øðrum londum, er støðan ikki góð. Við teim 66 prosentunum av fólkinum, ið hava BMI uppá 25 ella hægri, liggja Føroyar millum ovastu londini í einum yvirliti hjá OECD, oman fyri øll hini Norðurlondini og á støði við USA og Bretland. Hóast støðan ikki er eins ring allastaðni, so er gongdin hin sama kring allan heim, og alt fleiri fólk liva við yvirvekt.

[object Object]

Yvirvekt er tískil ein stórur alheims fólkaheilsutrupulleiki og ein týðandi vandatáttur fyri nógvar sjúkur, so sum hjartakarsjúkur, typu 2 diabetes, krabbamein, fertilitetstrupulleikar og at doyggja ov tíðliga. Harumframt hevur yvirvekt ofta við sær stigmatisering.

- Avbjóðingin við yvirvekt er vorðin so stór, at vit mugu viðurkenna, at talan er um ein samfelagstrupulleika, sigur Vár Honnudóttir, fólkaheilsufrøðingur og verkætlanarleiðari fyri “Hvussu hevur tú tað?”. Tí eiga vit eisini sum samfelag at taka ábyrgd og vera við til at loysa trupulleikan við at fremja og stuðla undir fyribyrgjandi og heilsufremjandi átøk.

Fyrivarni við BMI

BMI tekur ikki hædd fyri býti av feitti og vøddum í kroppinum, og tí skulu fyrivarni takast fyri at brúka BMI á einstaklingastigi. Mett verður tó, at á samfelagsstigi er BMI eitt einfalt og objektivt mát fyri at meta um vektstøðuna í t.d. einum landi.

Fleiri hagtøl og meira kunning um kanningarúrslitini um vekt úr "Hvussu hevur tú tað?" eru at finna í hesi frágreiðingini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2024

4 Leygardagur 27. apríl 2024

Arbeiða víðari við samanlegging í Suðuroy

Bý- og bygdaráðini á Tvøroyri og í Hvalba arbeiða víðari við kommunusamanlegging

Bjarni Hammer, Jónleyg J. Bech, Kristin Michelsen, Martin í Nesi, Thorstein Thomsen, Anita Vibergsdóttir, Ronni Hammer, Poul Laust Christensen, Niels Olaf Eyvindsson, Eyð Eidesgaard, Alvi Mortensen og Janus Thomsen
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Bý- og bygdarráðini á Tvøroyri og í Hvalba høvdu á flaggdegnum fund á kommunuskrivstovuni í Hvalba.

Á fundinum umrøddu limirnir, hvørji mál  eru týdningarmikil fyri báðar kommunur at fáa greiðu á í sambandi við eina kommunusamanlegging. Harumframt varð eisini viðgjørt, hvussu farast skal fram, skal ein fólkaatkvøða avgreiðast áðrenn summarferiuna í ár.

Borgarstjórarnir, Janus Thomsen og Kristin Michelsen, siga, at talan var um ein jaligan fund og at niðurstøðan á fundinum var, at arbeitt verður víðari við eini møguligari samanlegging av Hvalbiar kommunu og Tvøroyrar kommunu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2024

5

Størv

Landmátingsteknikari til Munin

Meira Umsóknarfreist: 10. desember 2024

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Programmsamskipari til Landssjúkrahúsið

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Djóralækni

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Ráðgevi til Sansir

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Musikkskúlaskipanin søkir eftir lærara

Meira Umsóknarfreist: 19. desember 2024

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024
6 Leygardagur 27. apríl 2024

Nexum vann danmarksmeistaraheitið í íverksetan

Næmingar frá Runavíkar Kommunuskúla hava gjørt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung at finna arbeiði. Hetta var tað besta hugskotið av teimum 25 í Kolding

NEXUM eru næmingar frá Runavíkar Kommunuskúla og stovnararnir eru; Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen. Lærarar hjá teimum eru Súsanna Jórunardóttir Brekku og Fróði Hansen (Mynd Íverksetarahúsið)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fýra ungir føroyskir skúlanæmingar gjørdu hósdagin bart í stórari kapping innan íverksetan í Kolding. Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen - saman NEXUM - vunnu SkúlaFM fyrr í ár, og nú er tey best millum elstu fólkaskúlaflokkarnar í kongaríkinum á økinum.

25 hugskot vóru uppá tal - 23 bólkar úr Danmark, ein úr Føroyum og ein úr Grønlandi -  og har var tað føroyska tað allarbesta. Nexum vil betra um møguleikarnar hjá ungum á arbeiðsmarknaðinum.

Fyrst varð "pitch'a" fyri dómarunum í sínum bási, og tey fýra úr Runavíkar Kommunuskúla vóru millum teir fýra bólkarnar, ið vunnu seg í finaluna. Har skuldi so leggjast fram fyri øllum av høvuðspallinum. Hetta má sigast at eydnast væl hjá føroyska bólkinum.

[object Object]Íverksetarahúsið skrivar soleiðis um flotta avrikið:

Eftir ein spennandi og hendingaríkan dag í Kolding, bleiv úrslitið at NEXUM fekk eitt flott 1. pláss.

Í alt 25 bólkar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi luttóku. Talan var um næmingar úr 8. - 10. flokki

Bólkurin NEXUM, hevur ment eitt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung og arbeiðisgevarar at finna hvønn annan.

NEXUM eru næmingar frá Runavíkar Kommunuskúla og stovnararnir eru; Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen. Lærarar hjá teimum eru Súsanna Jórunardóttir Brekku og Fróði Hansen.

Sum grundgeving legði danska dómsnevndin millum annað dent á, at NEXUM, við sínum hugskoti, megnar at hjálpa ungum at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum. Harumframt at stuðla undir, at øll nú hava møguleika at verða við á jøvnum føti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2024

7 Leygardagur 27. apríl 2024

Føroyingur byggir marglætis hotel í Íslandi

Sia Hammer byggir 4-stjørnað hotell í tilknýti til baðstovuna Skógarböð í Akureyri

Sigríður María Hammer og maður hennara Finnur Aðalbjörnsson (Mynd: Skapti Hallgrímsson)
SkrivaÐ:

Jákup Bech Jensen

Sigríður María Hammer, vanliga rópt Sia, byggir 4-stjørnað marglætishotel á Akureyri. Hotellið verður partvíst í fýra og fimm hæddum við 120 kømurum, og tað verður klárt at taka ímóti gestum á vári 2026. Kostnaðurin er mettur at verða 250 milliónir føroyskar krónur.

Nýggja hotellið verður staðfest við baðstovuna Skógarböð / Forest Lagoon, sum Sia eigur og er stjóri fyri. Baðstovan lat upp í 2022, og er staðsett í skógvaksnum fjallalendi í sera vøkrum landslagi við útsýni yvir Akureyri.

Umframt 120 tvímanskømur, herav 12 svitur, hevur hotellið matstovu, barr og veitsluhøll, sum rúmar 220 fólkum.

Eisini verður ein svimjihylur bygdur, sum knýtir hotellið at baðilandinum. Sia sigur, at eftirspurningurin hevur verið so mikið stórur, at tey noyðast at útbyggja baðilandið, so tað verður tvífalt støddina í dag.

- Í summarhálvuni vænta vit at fáa útlendsk ferðafólk, og í vetrarhálvuni koma millum annað føroyingar, sum koma til Akureyri at standa á skí, sigur Sia.

Tað eru BASALT arkitektar í Reykjavík, sum hava teknað hotellið.

Sia Hammer er av føroyskari ætt. Les meira um hana og sjáldsomu baðstovu hennara her: Føroyingur eigur flottasta baðilandið í Íslandi 

[object Object]
(Mynd: Skapti Hallgrímsson)

[object Object](Tekning: BASALT arkitektar)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2024

8 Leygardagur 27. apríl 2024

Heilivágur í sjálvtøku

Fyrsta sjálvtøkan til handkeypsheilivág í Føroyum varð tikin í nýtslu í vikuni

(Mynd: Heilsumálaráðið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Týsdagin varð skipað fyri tiltaki á Tjaldurs apoteki í sambandi við, at fyrsta sjálvtøkan til handkeypsheilivág í Føroyum varð tikin í nýtslu.

Sjálvtøkan hjá Tjaldurs apoteki er sett á útveggin við ta violettu inngongdina á vestursíðuni á SMS.

Talan er um fyrstu sjálvtøkuna til handkeypsheilivág hjá Apoteksverkinum. Sjálvtøkan, sum er tøk alt samdøgrið, er knýtt at Skjáttuni hjá Talgildu Føroyum, soleiðis at einans persónar, sum eru fyltir 18 ár og eldri, kunnu keypa handkeypsheilivág í sjálvtøkuni.

- Við sjálvtøkuni uttanfyri Tjaldurs apotek fer at bera til at keypa handkeypsheilivág alt samdøgrið í Suðurstreymi, tað vil siga eisini tá ið Tjaldurs apotek og apotekið í Steinatúni hava afturlatið. Tað er mín vón, at hetta fer at virka eftir ætlan, og at tænastan til borgaran gerst betri, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2024

9 Leygardagur 27. apríl 2024

Til reiðar at taka móti kjarnorkuriknum kavbátum

Føroyar hava nú fingið tól, ið neyvt kunnu máta øll sløg av geisling á sjógvi og landi

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður og Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyar hava nú fingið eina kjarnorkutilbúgving, soleiðis, at vit nú eru til reiðar at taka ímóti kjarnorkuriknum kavbátum í Føroyum. Løgmálaráðið skrivaði í vikuni, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið hesa seinastu tíðina hevur lagt stóra orku at útvega útgerð og at menna førleikar til at seta á stovn eina virkna kjarnorkutilbúgving í Føroyum.

Higartil hevur kjarnorkutilbúgvingin ikki verið tíðarhóskandi, og neyðugt hevur verið at sent boð eftir fólki og útgerð frá Beredsskabsstyrelsen úr Danmark í sambandi við kavbátavitjanir.

Við nýggju tilbúgvingini verður hetta ikki neyðugt longur.

- Tað er merkisvert, at tað hevur eydnast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum at borið so skjótt at við at fáa til vega eina kjarnorkutilbúgving við framkomnari útgerð eftir so stuttari tíð, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður við tilbúgvingarmálum.

- Tað sigur seg sjálvt, at vit skulu menna slíkar førleikar í Føroyum, og at vit skulu stremba eftir egnum og haldførum loysnum, leggur landsstýrismaðurin afturat.

Útgerðin, talan er um, er millum annað fýra framkomin gammaspektrometur – sokallaðar “probur” – og telduforrit, sum neyvt kunnu máta øll sløg av geisling á sjógvi og á landi. Tilbúgvingin inniber eisini, at fólk hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum hava fingið venjing í at brúka útgerðina. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2024

10 Leygardagur 27. apríl 2024

Kallaði Dag og viku-vert "kynsvilling": Nú er Beinir ákærdur

At kalla ein persón fyri kynsvilling og at siga, at "kynsvilla er ein sálarsjúka" er at fara ov langt. Ákæruvaldið hevur reist ákæru móti Beini Joensen

(Mynd: Beinir Joensen / Facebook)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ákæruvaldið hevur reist ákæru móti Beini Joensen, tí hann 1. desember í 2022 á Facebook kallaði John Johannesen, journalist og vert í Kringvarpi Føroya, fyri kynsvilling og segði at "kynsvilla er ein sálarsjúka".

Hann verður ákærdur fyri brot á grein 266b í sambandi við kynsliga orientering, skrivar Frihedsbrevet.

Orsøkin er, at Beinir Joensen tann 1. desember 2022 í sambandi við eitt Dag og viku innslag um HIV, viðmerkti á Facebook. Seinni sama kvøld legði Beinir Joensen eina aðra mynd av sær á Facebook, sum var tikin í Runavík í sambandi við rekkjukoyring á Pride hjá LGBT í 2021. Tá stendur Beinir Joensen á gøtuni við einum skelti við tekstinum "kynsvilla er sálarsjúka".

“Er tað í lagi, at hesin kynsvillingurin ger innslag um HIV? HIV kemur upprunaliga av kynsvillu og hevur síðani smittað onnur. Í løtuni eru apukoppar aktuellir og smitta eisini við livihátti, sum hesin sjónvarpsverturin hevur og prædikar fyri. KvF stinkar!, skrivaði Beinir Joensen 1. desember.

[object Object](Mynd: Beinir Joensen / Facebook)

Tað er løgreglan, sum hevur tikið málið upp, og nú hevur ákæruvaldið altso reist ákæru móti runavíkinginum, skrivar Frihedsbrevet.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2024

11 Leygardagur 27. apríl 2024

30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík

Verkætlanin fevnir um 30 leiguíbúðir og eitt vinnuhøli. Íbúðirnar verða væntandi klárar at taka í nýtslu á sumri 2026

(Mynd: LÍV)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tryggingarfelagið LÍV og Spf. Kanjon hava gjørt eina avtalu um bygging av 30 leiguíbúðum í miðbýnum í Klaksvík. Verkætlanin, ið er ment saman við Kanjon og SNA, fevnir um 30 leiguíbúðir og eitt vinnuhøli. Avtala er gjørd við Pf. Nema, ið kemur at hava handil og skrivstovu í hølunum.

LÍV hevur leingi havt eitt ynski um at virka á og stuðla uppundir leiguíbúðarmarknaðin, og hevur við hesi avtalu nú gjørt avtalur um í alt 85 leiguíbúðir í Havn og í Klaksvík. Arbeitt verður við at finna eina smidliga loysn til møguligan biðilista og umsiting av leigumálunum. Kunna verður nærri, tá ið íbúðirnar vera klárar at leiga út.

Fyrsta stigi í hesum arbeiði væntast at fara í gongd beinanvegin og verða íbúðirnar væntandi klárar at taka í nýtslu á sumri 2026.

Hetta er eisini eitt neyðugt stig, tí sambært Búskaparráðnum, er mangulin uppá bústaðir ein týðandi fløskuhálsur. Somuleiðis hevur Klaksvíkar Kommuna víst stóran áhuga í at nøkta tann økta bústaðartørvin í kommununi og hevur verið ein týðandi viðspælari í tilgongdini til hesa verkætlan.

- Endamálið hjá LÍV er at tryggja kundum okkara eina munagóða virðisøking av teirra eftirlønaruppsparing og at íløgurnar eisini skulu koma kundum okkara, og føroyska samfelagnum, til góðar. Leiðslan hjá LÍV er sannførd um, at við hesi verkætlan, verða hesi málini nádd, sigur Jan Jakobsen, stjóri.

Les eisini: 33 nýggjar íbúðir á Argjum

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2024

12 Leygardagur 27. apríl 2024

Góða gongdin hjá Elektron heldur fram

Úrslitið í fjør var 13,4 milliónir krónur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Góða gongdin hjá Elektron seinastu árini heldur fram, og í ársroknskapinum kann fyritøkan vísa á eitt ársúrslit upp á 13,4 milliónir krónur eftir skatt.

Fíggjarstøðan javnvigar við 76,2 milliónum krónum og eginognin er 54,1 milliónir krónur.

Elektron hevur valt at útluta 2,7 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg. Jean Djurhuus heldur fram sum formaður, og somuleiðis heldur Brian Smedemark fram sum næstformaður. Nývaldur í nevndini er Jan Ziskasen, ið kemur fyri Atla Suna Leo, ið hevur verið í nevndini í sjey ár.

- Nógv virksemi hevur verið innan bæði menningar- og hýsingartænasturnar, og Elektron veitir eisini brúkarahjálp til eitt nú Mínrokning-brúkarar og tey sum brúka Samleikan og Vangan. Við breiðu forrætningsvitanini um KT-infrakervið og KT-trygd veitir Elektron týðandi loysnir til føroyska marknaðin – hetta er alt til gagns fyri føroyska borgarin, sigur Elektron.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2024

13 Leygardagur 27. apríl 2024

Fjøruvegurin kann snýta

Nýggi, góði og breiði vegurin kann lumpa, men tað er bara loyvt at koyra 50 km/t. Bilførarar fingu klipp, koyriforboð og mistu koyrikortið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var ov nógv ferð á hjá trimum bilførarum á Fjøruvegnum í Saltangará og á Glyvrum fríggjanáttina.

Vegurin er nýggjur og breiður, men tað er bara loyvt at koyra 50 km/t eftir vegnum.

Løgreglan tók ein bilførara fyri at koyra 81 km/t á vegastrekkinum. Tað gevur klipp í kortið.

Hinir báðir bilførararnar høvdu so mikið nógva ferð, at teir spældu sær av við koyrikortið. Annar koyrdi 99 km/t, og fekk koyriforboð. Hin koyrdi 110 km/t og hann fær treytaleysa frádøming av koyrikortinum.

Koyriforboð verður vanliga givið bilførarum, sum bróta ferðslulógina við ávísum kilometratali og sum hava havt koyrikortið í minni enn trý ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2024

14 Leygardagur 27. apríl 2024

Kjarnorkurikin kavbátur í Nólsoyarfirði

Hósdagin var amerikanski kavbáturin USS Albany at síggja í Nólsoyarfirði

(Mynd: Birgir Kruse)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Amerikanski kavbáturin USS Albany var seinnapartin hósdagin at síggja í Nólsoyarfirði.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið boðaði frá vitjanini hósmorgunin. USS Albany hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi.

Onki varð upplýst um, hvørji ørindini eru hjá amerikanska kavbátinum í dag.

Hetta er sættu ferð at amerikanskur kavbátur vitjar Nólsoyarfjørð hesi seinastu tvey árini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2024

15 Leygardagur 27. apríl 2024

Arbeiðsloysið var 1,1 prosent í mars

402 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi í mars, 110 fleiri enn í mars í fjør, tá arbeiðsloysið var 0,8 prosent

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í mars var arbeiðsloysið í Føroyum 1,1 prosent, og tað svaraði til 346 fulltíðararbeiðsleys.

Í persónum vóru 402 rakt av arbeiðsloysi í mars, ið eru 110 fleiri enn í mars í fjør, tá arbeiðsloysið var 0,8 prosent, svarandi til 255 fulltíðararbeiðsleys, skrivar Hagstovan.

Í mars vóru 203 fulltíðararbeiðsleysir menn, ið svarar til 1,2 prosent - 0,3 prosentstig hægri samanborið við sama mánað í fjør.

Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 1,0 prosent, ið svarar til 143 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. Tað er 0,2 prosentstig hægri enn sama mánað í fjør.

Í mars vóru 34 persónar ella 8,5 prosent av teimum arbeiðsleysu, langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár, skrivar Hagstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2024

16 Leygardagur 27. apríl 2024

Stórur áhugi í New York fyri føroyskari ull og klædnamerkjum

Stórt tiltak við føroyskari sniðgeving, ull og binding var í Scandinavia House í New York um vikuskiftið við filmi, framløgum, pallborði, verkstovum og framsýning

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Karmur um tiltakið var heimildarfilmurin The Wool Islands um føroyskan seyð, ull, ullarvirking og tey klædnamerki, ið arbeiða við at sniðgeva pløgg úr føroyskari ull. Sissal Kristiansen er stigtakari til filmin, og hon hevur eisini samskipað tiltakið í Scandinavia House.

Á tiltakinum hugtóku Shisa Brand, Reka, Durita Thomsen, Einstakt, Steinum og Navia við framløgum um síni merki. Føroysku klædnamerkini høvdu hvør sína framløgu, har tey greiddu frá arbeiðinum við føroysku ullini, um hvussu siðbundu føroysku mynstrini verða sett í nýggjar samanhangir, um snið, um litir og góðsku á føroysku ullini, um binding og um burðardygd í framleiðsluliðunum.

– Móttøkan hevur verið heilt einastandandi her í New York, og áhugin fyri okkara vørum og fyri Føroyum er stórur. Í føroysku ullini hava vit eitt tilfeingi, eina felags søgu og siðvenju, ið er heilt serstøk, og sum er grundarlag undir okkara ymsu vørumerkjum, sigur Sissal Kristiansen, eigari av Shisa Brand.

Eftir framløgurnar var pallborð, ið Isabella Rossellini leiddi. Mong kenna helst Isabellu Rosselini sum sjónleikara og modell, men hon hevur eisini seyð og rekur garðin Mama Farm nakað uttan fyri New York. Áhoyrararnir settu spurningar um føroyska seyðaslagið, um virking av ullini, um burðardygd í framleiðsluni, og fleiri vildu vita, hvar føroyska tógvið kundi keypast. Stórur áhugi var fyri serligu føroysku ullini, ið hevur tvey løg. Tað er ein avbjóðing at skilja broddin úr føroysku ullini, men tað er millum annað eisini hann, ið ger føroysku ullina so serstaka. Arbeitt verður við at finna loysnir, ið kunnu virka størri nøgdir av føroyskari ull.

Isabella Rosselini, sum upprunaliga er útbúgvin sniðgevi, greiddi frá arbeiðinum á garðinum, og um hvussu burðardygd er grundarlagið undir øllum virkseminum. Eisini vísti hon á, at tað er neyðugt at skilja, hvaðani klæðini stava, og hvussu tey verða framleidd. Hon var hugtikin av føroysku tilgongdini, har arbeitt verður við at fáa ein alt størri part av føroysku ullini til høldar og framleidda í Føroyum.

– Vit arbeiða við at menna burðardygga virking av ull og við at skipa okkum her í New York, og har kunnu vit læra nógv av tykkum í Føroyum, tí tit eru komin væl longri enn vit á økinum," segði Isabella Rossellini.

Føroysku fyritøkurnar høvdu eisini eitt úrval av vørum, ið varð sýnt fram, og stórur áhugi var fyri føroysku pløggunum.

Sunnudagin skipaði Navia fyri tveimum verkstovum, har fólk lærdi at binda føroysk bindingarmynstur og skóleistar.

– Tiltakið hevur verið framúr gott. Vit hava fingið sambond við handlar, ið vilja selja okkara vørur, og vit hava eisini selt tógv til felagið Kelbourne Woolens, ið umboðar Navia í Norðuramerika, sigur Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia.

Tiltøkini um føroyskt design, ull og binding eru partar av Fog Swept Islands – Faroe Islands Culture Days, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið og Visit Faroe Islands skipa fyri í samstarvi við American-Scandinavian Foundation og Scandinavia House. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2024

17 Leygardagur 27. apríl 2024

Føroyskir rithøvundar á palli í New York

Rithøvundarnir Marjun Syderbø Kjelnæs, Kim Simonsen, Rannvá Holm Mortensen og Bárður Oskarsson saman við týðarunum Matthew Landrum og Randi Ward lósu upp og greiddu frá tilgondini til bøkurnar á bókmentatiltaki í Scandinavia House

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Rithøvundar og týðarar hava saman við FarLit og Bókadeild Føroya Lærarafelags borið fram føroyskar bókmentir í New York. Tiltøkini vóru liður í føroysku mentanardøgunum, Fog Swept Islands – Faroe Islands Culture Days.

Á bókmentatiltaki í Scandinavia House mikukvøldið 17. apríl var upplestur og bókaprát á skánni. Rithøvundarnir Marjun Syderbø Kjelnæs, Kim Simonsen, Rannvá Holm Mortensen og Bárður Oskarsson saman við týðarunum Matthew Landrum og Randi Ward lósu upp og greiddu frá tilgondini til bøkurnar. Áhoyrararnir fingu síðani høvi at práta við rithøvundarnar og síggja eitt úrval av bókum.

– Føroysku rithøvundarnir hava fingið sera góða móttøku her í New York – bæði áhoyrarar og forløg eru sera áhugað í tí, vit koma við. Tað er umráðandi, at føroyskir rithøvundar fáa høvi at fáa bøkur sínar út á fleiri marknaðir, og amerikanski marknaðurin er sera áhugaverdur fyri føroyskar rithøvundar og forløg, sigur Jóhanna Wolles, samskipari í FarLit, sum arbeiðir við at fáa føroyskar bókmentir út í heim.

Hósdagin var tiltak fyri forløgum og tíðindafólki við upplestri, framløgum og bókapráti. Fyri amerikanarar er tað hugvekjandi, at tað ber til at geva so stórt tal av bókum út á føroyskum, bæði á upprunamáli og týddar bókur.

– Almenni stuðulin, ið verður latin til bókaútgávu, og serliga til útgávu av barnabókum, er avgerandi fyri, at vit kunnu geva út bøkur á føroyskum til børn í øllum aldri. Tað hevur øll árini verið politisk semja um at veita stuðul til útgávu av bókum til børn og ung, og uttan almenna stuðulin hevði tað ikki borið til, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

– Vit hava fingið sambond við fleiri útgevarar, ið eru áhugaðir í at geva bøkur eftir føroyskar rithøvundar út á amerikanska marknaðinum. Vit eru tí sera fegin um at luttaka á einum tiltaki sum hesum, sigur Niels Jákup Thomsen.

Afturat tiltøkunum í Scandinavia House var eitt tiltak í Spectacle Theater í Brooklyn týskvøldið við filmssýning, upplestri og práti við rithøvundarnar. Á skránni var filmurin Skál, ið Cecilie Debell og Maria Tórgarð hava leikstjórnað. Rithøvundarnir Marjun Syderbø Kjelnæs, Kim Simonsen og Rannvá Holm Mortensen lósu upp á føroyskum og Matthew Landrum og Randi Ward á enskum. Síðani var prát um tilgongdina at skriva og spurningar frá áhoyrarunum. Nærum fullsett var til tiltakið í Spectacle, sum er ein lítil biografur í Brooklyn, rikin av sjálvbodnum.

Mentanarátakið í Scandinavia House í New York heldur fram til fyrst í juli. Átakið er fyriskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Visit Faroe Islands í samstarvi við American-Scandinavian Foundation og Scandinavia House – the Nordic Center in America.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2024

18
Leygardagur 27. apríl 2024

Hitti nýggju fiskimálaráðkvinnuna í Barcelona

Marianne Sivertsen Næss varð vald í embætið farna fríggjadag, og hetta var hennara fyrsti millumlanda fundur sum ráðkvinna

(Mynd: Fiskimálaráðið)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur í vikuni verið við á fiskivinnumessuni, Seafood Expo Global, í Barcelona, sum er heimsins størsta fiskivinnumessa. Í tí sambandi var mánadagin fundur við nýggju norsku fiskimálaráðkvinnuna, Marianne Sivertsen Næss.

Marianne Sivertsen Næss varð farna fríggjadag tilnevnd sum ministari við fiskivinnu og havmálum, og fundurin við Dennis Holm í Barcelona ver sostatt hennara fyrsti millumlanda fundur sum fiskimálaráðkvinna.

Á fundinum umrøddu Dennis Holm og Marianne Sivertsen Næss týdningin av søguliga fiskivinnusamstarvinum millum Føroyar og Noreg, eitt samstarv, sum gongur aftur til 1977.

Umrøða var eisini av fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Noreg og av strandarlandasamráðingunum, sum Føroyar og Noreg eisini eru partur av, har londini bæði hava arbeitt miðvíst fyri at fáa semjur, soleiðis at fiskiskapurin eftir makreli, sild og svartkjafti aftur kann skipast í trygga legu og gerast burðardyggur.

Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvið at bjóða Marianne Sivertsen Næss til Føroyar á vitjan, skrivar Fiskimálaráðið. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2024

19 Leygardagur 27. apríl 2024

Føroysk vørumerki á vágskálina

Brandr: Nú verður møguligt hjá føroyskum fyritøkum at máta styrkina hjá teirra vørumerkjum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú verður fyri fyrstu ferð farið undir miðvíst at máta og samanbera føroysk vørumerki, og geva føroyskum fyritøkum betri vitan og grundarlag til at styrkja sína marknaðarstøðu. Eisini er ætlanin at finna og heiðra sterkastu føroysku vørumerkini.

Eitt vørumerki kann vera so mangt – alt frá gerandisvørum til klædnamerki, bilmerki og fyritøkur.

Okkara ímynd og uppfatan av einum vørumerki er ávirkað av øllum okkara sambandi við vørumerkið, til dømis vørur og tænastur, kundatænasta, fjølmiðlaumrøða, heimasíða, marknaðarføring, sosialir miðlar, búmerki og annað. Hugtakið branding ella vørumerking snýr seg um at skapa røttu upplivingina og ímyndina í huganum hjá móttakaranum.

Tað snýr seg ikki bara um tað einstaka vørumerkið, men eina rúgvu av vørumerkjum, sum kappast um okkara uppmerksemi og um fyrstaplássið í minni okkara. Og uttan at vit gáa um tað, fer dysturin fram alla tíðina, til dømis tá ið vit keypa klæðir, matvørur, telefonhald, bilar ella hundamat.

Nú er fyri fyrstu ferð møguligt hjá føroyskum fyritøkum at máta styrkina hjá teirra vørumerkjum á ein sambærligan og vísindaligan hátt. Hetta verður gjørt við sonevnda brandr vísitalinum, ið mátar alt tað, sum hevur størstan týdning fyri okkara fatan av vørumerkjum, og samanber hetta við kappingarneytar og marknaðin sum heild.

Við brandr vísitalinum fáa fyritøkur sostatt spildurnýggja vitan, sum kann brúkast til at styrkja teirra vørumerki og sambandið við kundar og brúkarar.

Brandr vísitalið er ment av íslendska dr. Fridrik Larsen, ið er altjóða viðkurkendur serfrøðingur í branding við eini bakgrund innan sálarfrøði og búskaparfrøði. Brandr vísitalið verður í dag brúkt av fleiri enn 250 vørumerkjum í Íslandi og Evropa, og í samstarvi við kanningarfyritøkuna spyr.fo er hetta nú eisini ein møguleiki hjá føroyskum vørumerkjum.

Tá ið gongd er komin á mátingarnar verður næsta stigið at finna og heiðra sterkastu vørumerkini í Føroyum.

Tíðindaskriv frá spyr.fo 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2024

20 Leygardagur 27. apríl 2024

Læknavaktin styrkt við psykiatriskum førleikum

Hetta hevur leingi verið eitt ynski hjá sjúklingum og sjúklingafeløgum, og við hesi broytingini skuldu vit verið nærri málinum at tryggja, at fólk kenna, at tey fáa somu tænastu uttan mun til, um talan er um likamliga ella sálarliga sjúku, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Læknavaktin er styrkt soleiðis, at tey, sum brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga, kunnu fáa møguleika at tosa við ella hitta fólk, sum serliga taka sær av slíkum trupulleikum.

Fakfólk og felagsskapir hava í eina tíð víst á, at neyðugt er við einari skipan, sum tryggjar aðra hjálp, tá fólk brádliga gerast sálarliga illa fyri.

Tað er nú veruleiki.

– Eg eri fegin um, at skipanin við styrktari tænastu í læknavaktini er farin at virka. Hetta hevur leingi verið eitt ynski hjá sjúklingum og sjúklingafeløgum, og við hesi broytingini skuldu vit verið nærri málinum at tryggja, at fólk kenna, at tey fáa somu tænastu uttan mun til, um talan er um likamliga ella sálarliga sjúku, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Tað er Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum, sum í samstarvi við Læknavaktina veitir hesa tænastuna. Settir eru sjúkrarøktarfrøðingar við psykiatriskum førleikum at hava telefonviðtalur ella persónliga viðtalur eftir áheitan frá lækna í læknavaktini.

Læknavaktin 1870 svarar eftir kl. 16 gerandisdagar umframt alt samdøgrið í vikuskiftinum og halgidagar, tá fólk ikki kunnu ringja til sín egna kommunulækna. Fólk við psykiatriskum førleikum starvast í kvøldvaktunum allar dagar, og tað er frá kl. 16.00 til 23.00.

At læknavaktin er styrkt við psykiatriskum førleikum, er eisini ein liður í at javnseta sálarligar og likamligar sjúkur. Øll, ið stríðast við brádliga sjúku, kunnu ringja á sama telefonnummar, 1870, tá læknavaktin hevur opið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2024

21 Leygardagur 27. apríl 2024

Vágs skúli aftur fingið stórfingna gávu frá íslendskum hjúnum

Hon skal nýtast til ein FIFA fótbóltsvøll. Í 2017-2018 lat sama familja eisini skúlanum gávur, so at farast kundi undir FabLab

Johanna Hjelm og maðurin Gylfi Scheving hava latið Vágs skúla tað sum verður lýst sum ein stórfingin peningagáva. Jóhanna hevur ættarbond til Vágs, og dóttir hennara hevur áður latið gávu til Vágs skúla (Mynd: vagur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Jóhanna Hjelm og maðurin Gylfi Scheving hava latið Vágs skúla tað sum verður lýst sum ein stórfingin peningagáva.

Hetta kemur ikki so heilt óvart á tey í Vági, tí familjan hevur latið slúlanum gávur fyrr. Vinalagið millum íslendsku familjuna Hjelm og Vágs skúla stavar í roynd og veru frá einari lagnuhending fyri yvir 100 árum síðani. Sambandið verður lýst á hendan hátt á vagur.fo:

- Jóhanna er dóttur Sivar Hjelm, sum var føddur í Vági 21. dessember 1915. Sivar flutti til Íslands sum 12 ára gamal saman við mammu síni og stórum systkinahópi. Pápi Sivar, Jógvan Hjelm, gekk burtur við báti á útróðri av Vágseiði saman við brøðrum sínum Martin og Jaspur Hjelm og tveimum synum hjá Jaspuri, Anton og Esbern, og Sofus Berg, ættaður úr Hvalba. Eftir at tey fluttu til Íslands, longdist Sivari altíð aftur til Vágs, og flutti hann eisini til Vágs í nøkur ár, eftir at hann var fermdur. Sivar tosaði altíð so hjartaliga um Vág.

Nú eru 50 ár síðani, at Sivar Hjelm andaðist. Í hesum sambandi vil dóttirin minnast pápa sín við at lata Vágs skúla eina gávu.

Upplýst verður ikki, hvussu stór gávan er, men Vágs skúli er sera takksamur fyri gávuna og ætlar at brúka hana til ein FIFA fótbóltsvøll. Vøllurin kemur at liggja partvís á núverandi skúlalagnum. Vøllurin verður eisini uppkallaður: Hann skal nevnast SIVARS vøllur, skrivar Vágs kommuna.

Gávan bleiv handað á móttøku í Vágs Skúla, har John Henrik Holm, skúlastjóri og Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari í Vágs kommunu, bjóðaðu vælkomin og takkaðu fyri gávuna.

Vágs skúli møtti íslensku familjuna fyrstu ferð á sumri 2017, tá dóttir Jóhannu, Margrét G. Scheving, og maðurin Ásbjørn Óttarsson lótu skúlanum ein 3D-prentrari og ein 3D-skannari. Seinni í januar 2018 lat íslendska parið Vágs Skúla tøkniliga útgerð og tilfar, soleiðis at FabLab'ið fór í gongd.

Sí eisini: Vágs skúli fær eisini Fab Lab

Vágs Skúli er enn einasti fólkaskúlin í landinum við einum FabLab

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2024

22 Leygardagur 27. apríl 2024

Eiðis skúli vann ársins veðurlagsvirðisløn

Eiðis skúli fær veðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærrafelag fyri stóra arbeiðið, sum tey í undirvísingarhøpi gera fyri at ávirka næmingarnar og geva teimum kunnleika um veðurlags- og umhvørvisavbjóðingar

(Mynd: Skúlablaðið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna fríggjadag fekk Eiðis skúli handað veðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærarafelag. 

– Eiðis skúli fær virðislønina fyri stóra arbeiðið, sum tey í undirvísingarhøpi gera fyri at ávirka næmingarnar og geva teimum kunnleika um veðurlags- og umhvørvisavbjóðingar. Tey hava í fleiri ár arbeitt miðvíst við burðardyggari menning, har tey serliga arbeiða út frá teimum staðbundnu loysnunum og umhvørvinum, sum næmingarnir kenna. Hetta er sostatt blivin ein inngrógvin partur av skúlaárinum, skrivar Skúlablaðið.

– Tey hava eitt nú arbeitt við endurnýtslu, seymað taskur úr endurnýtslutoyi, gjørt jólaeinglar úr horni, tálg til fuglafóður, endurnýtt træsprek og tunnufjalar til vevar og skilt burturkast. Tey hava sátt grønmeti og velt epli í skúlagarðinum, flett seyð, kúgv, haru og roytt havhestaungar. Skorið upp springarar, fiskað og hagreitt fiskin, umframt verið eftir eggum, sum verða nýtt í matgerð.

– Hvørt ár gera allir næmingarnir døgurða í skúlanum, har eplini, sum teir hava velt, og fiskurin, sum teir hava fiskað, verður etin.

Handanin av veðurlagsvirðislønini fór fram á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag á Hotel Føroyum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2024

23 Leygardagur 27. apríl 2024

Grøni Háskúlin á Sandi letur uppaftur

Spirandi endurupplating. Háskúlin Leggur dent á sjálvbjargni, burðardygd og persónligari menning

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú fáa ung aftur møguleika at læra um tilfeingi og gagnnýtslu av náttúruni, og hvussu vit kunnu liva og virka í samljóð við náttúruna. Virðini eru enn sum áður sjálvbjargni, burðardygd og persónlig menning.

Skúlin, sum er ímyndin av grønu leiðini, vendir sær í fyrstu atløgu til ung millum 17 og 25 ár. Á 16 viku langa skeiðnum í heyst fáa næmingar førleikar og íblástur til ein burðardyggan lívsstíl og til at liva grøna lívið. 

Virðing, vitan og nýmenning

Hesi eru høvuðsevnini. Við virknari læring og náttúruni sum skúlastovu, nema næmingarnir sær kunnleika um umhvørvið og tilfeingið kring okkum. 

Málið er at virka fyri, at komandi ættarlið við viðring fara at varðveita og endurbøta náttúruna.

Á Grøna Háskúlanum renna siðbundna og staðbundna vitanin um náttúruna saman við samtíðarrákum og nýggjastu gransking uttan úr heimi. 

Háskúlin er rótfestur í náttúruni og tilfeinginum kring okkum. Frálæran er bæði ástøðilig og verklig, og er skipað í evnum við tí tilfeingi, ið árstíðin hevur at bjóða.

Saman við starvsfólkum á skúlanum, staðkendum fólki og serfrøðingum læra næmingarnir t.d. um plantufrøði, moldmentan og smálívfrøði. Um jarðarbrúk, velting og djórahald. Um umhvørvi, vistskipanir, lendisrøkt og lívfrøðiligt margfeldni umframt um burðardygd, etikk og djóravælferð. 

Í gerandisdegnum verður dentur lagdur á at skapa góðar vanar at taka við á lívsleiðini. Vit seta spurningar, royna at ávirka og gera mun. Hugsað verður um heildina, alt meðan loysnir verða funnar til smáu yvirsæddu virðurskiftini í gerandisdegnum.

Skaffa, góðska og matgera

Innløgumentan, tað at fáa matin til høldar, og praktiskir førleikar í tí samhangi, hevur ein stóran leiklut í undirvísing og gerandisdegnum á skúlanum. Veiðan á opnum havi, á firðum, í fjøruni, á vøtnum og áum, í bønum, í bjørgum og í fjøllunum hoyrir heystinum til, og fer at fylla nógv saman við leskiliga grønmetinum av Sandi.

Alt tilfeingið skal takast upp og handfarast, hagreiðast, goymast, góðskast og gagnnýtast. Lært verur um reinføri og kostfrøði. Um handverk, mannagongdir, niðursjóðing og matgerð. Vit nýta allar sansir og lata okkum kveikjast og tølast, og vit læra at skyna mun á dygd. Íblásturin mennist, og skapanarhugurin birtist. Mentan, list, vælvera og vertskapur renna fagurliga saman í leskiligum heilsugóðum máltíðum, sum vit matgera og eta í felag. 

Sjálvbjargni

Tá lært verður og skapa í felag, víðkast sjónarringurin av okkara felags tankagóðsi, kunnleika og hugsjónum. Næmingar menna áræði, hegni og førleikar at loysa ymiskar gerandisstøður, umframt evnini at breyðføða og lívbjarga sær sjálvnum. 

Hesir førleikar stuðla næmingum í persónligu menningini og tilvitanini um eins egna leiklut í náttúruni, nærumhvørvinum og heimssamfelagnum, og vekja harafturat ans fyri, hvørja ávirkan hvør einstakur kann hava.

Háskúlalívið á vistarskúla

Tað er eitt sindur bygdasligt í Ísansgarði. Tað eru níggju kømur. Í neðra er køkur og hugnalig stova, har øll savnast til morgunmat og nátturða um kvøldið. Heitur pottur er í túninum, sum kann kyndast til felags løtur.

Náttúran er beint uttanfyri, stutt er oman á sand, til ein túr runt vatnið, og oyggin er ein tann besta til ein súkklutúr til grannabygdirnar. Heima á Sandi er bæði lista-, bóka- og fornminnissavn, á Meginskúlanum er svimjihylur, og møguleiki er fyri at royna seg við bæði kajakk og brimfjøl. 

At ganga á Grøna Háskúlanum er ein virkin lívsháttur, har eingin dagur er eins. Trivnaðurin hevur hægstu raðfesting, og tað verður hjúklað um felagsskapin, ið er sjálv rótin, sum skal fáa alt at vaksa og fáa grønu hugsjónina at blóma.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2024

24 Leygardagur 27. apríl 2024

Borðini hjá býráðslimum kunnu pakkast burtur

Fyrsti býráðsfundur við nýggjum fundarinnbúgvi varð hildin í býarsalinum í Varpinum hósdagin

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hósdagin var fyrsti býráðsfundur við nýggjum fundarinnbúgvi hildin í býarsalinum í Varpinum.

Tað serstaka er, at innbúgvið er gjørt til at vera lætt at seta upp og at flyta. Innbúgvið verður sett upp til hvønn býráðsfund og tikið burtur eftir fundirnar, tí býarsalurin skal nýtast til fjølbroytt virksemi, heruppií umboðan og ymisk tiltøk hjá Klaksvíkar kommunu.

Innbúgvið verður hongt á veggir í býarsalinum og umboðar nærfólkaræðið í kommununi.  

Tað er Heini Weihe, sniðgevi, sum hevur sniðgivið og útvegað innbúgvið til Klaksvíkar kommunu.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2024

25 Leygardagur 27. apríl 2024

Lendisgøta verður uppkallað eftir Eliasi

Lendisgøtan, sum í løtuni verður løgd millum Klingruna og nýggju stórhøllina við Tjarnir, verður kallað Skipagøta

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eitt av málunum, sum var fyri á fundinum hjá Tórshavnar býráð í vikuni, var at samtykkja eitt navnn til lendisgøtuna, sumí løtuni verður løgd millum Klingruna og niðan til nýggju stórhøllina við Tjarnir.

Og navnið verður Skipagøta fyri at heiðra hondbóltinum og serliga hoyvíkinginum Eliasi á Skipagøtu.

“Staðsetingin fyri høllina kennist í dag nakað langt burtur frá bygda umhvørvinum, og hevur kommunan tískil tikið stig til at gera eina gøtu frá Klingruni og niðan gjøgnum vátlendi, fram við Stórutjørn, heilt niðan til Stórhøllina. Eftir hesi gøtu vónar kommunan, at borgarar og vitjandi fara at njóta náttúruna niðan til Stórhøllina at venja og hyggja eftir ítrótti o.ø.

Og tá nú hondbólturin og hondbóltshetjurnar á føroyska manslandsliðnum hava fylt so nógv í hugaheiminum hjá flestu føroyingum eftir flotta úrslitið í Týsklandi í januar 2024, so er politiskt ynski komið fram um at heiðra hondbóltinum og einstaklinginum Elias Ellefsen á Skipagøtu við navngeva lendisgøtuna ... Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur saman við sínum liðfeløgum, HSF og hondbóltsfamilju sínari veruliga sett hondbóltin í Føroyum á breddan, og ynskir Tórshavnar kommuna at staðfesta og heiðra hansara persónligu góðu og merkisverdu avrik við at navngeva lendisgøtuna millum Klingruna og Stórhøllina við navninum “Skipagøta”, varð sagt í viðmerkingunum til málið, sum var einmælt samtykt í býráðnum.

Eftirnavnið á Skipagøtu stavar úr Skúvoy. Langabbi Elias, Jens Jensen, keypti sær hetta eftirnavnið í síni tíð.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2024

26 Leygardagur 27. apríl 2024

– Eri errin av, at mínir klavertónar kunnu gerast ein partur av upplivingini hjá ferðafólki

Tá tú tendrar ein av søguforteljingunum á Tell Me North appini, kennir tú møguliga tónleikin hjá Eli Tausen á Lava aftur – serliga um tú hevur áhuga í klassiskum, føroyskum tónleiki

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eins og lítla ferðavinnufyritøkan Tell Me North hava føroyingar seinastu árini av álvara fingið eyguni upp fyri evnaríka, unga tónaskaldinum, Eli Tausen á Lava, sum útgav "Impressions" í 2020 og "In a Field" í 2022, sum báðar eru skrivaðar og framleiddar í Føroyum.

Í 2019 fekk Eli Tausen á Lava heiðurin sum "Ársins Nýggja Navn" á FMA í 2019 sum fyrsta klassiska tónaskaldið nakrantíð, og hevur hann síðani verið tilnevndur í fleiri øðrum kategorium í FMA eisini. Eli er framvegis undir útbúgving sum tónaskald í New York, har hann herfyri var gestatónleikari og hitaði upp fyri Eivør til tiltak, sum Faroe Music Export (FMX) og Uttanríkis- og vinnumálaráðið skipaðu fyri í samband við stóra mentanarátakið “Fog Swept Islands – Faroe Islands Culture Days in New York”.

Men tað ber eisini til hjá ferðafólki at hoyra tónleikin hjá Eli, tá tey vitja í Klaksvík. Klassiski tónleikurin hjá Eli er partur av nýggja ferðavinnutilboðunum hjá Tell Me North, har tú gongur eina ávísa leið, ímeðan tú lurtar eftir søguni, sum er viðkomandi fyri støðini. Hetta verður gjørt gjøgnum app, sum bæði fæst á App Store og Google Play Store, umframt við Mp3 spælarum. Tónleikurin hjá unga tónasmiðinum verður brúktur til at skapa serstøk hugløg, lyftir frásøgnina á eitt hægri støði og ger, at søguforteljingin verður uppaftur sterkari.

Sjálvur sigur Eli:

– Tónleikur er ikki bara ein partur av tónleikaútgávum, konsertum, filmum og telduspølum. Hann er eisini ein partur av upplivingini av, at vera til handils, at eta á matstovu, at gera joga á venjingarmiðstøðini, at vera í bíðirøð, tá mann ringir til læknan, o.s.fr. Sum føroyskur tónleikari kann tað vera trupult at kappast við risastóru tónleikafyritøkurnar, ið ráða yvir seinna bólkinum. Tí eri eg ómetaliga glaður fyri, at Jóhanna og Dávid handan Tell Me North hava valt at brúka tónleik úr mínum útgávum í Tell Me North appini. Eg eri errin av, at mínir klavertónar kunnu gerast ein partur av upplivingini hjá ferðafólki — bæði føroyskum og útlendskum — ið leggja sínar leiðir framvið Klaksvík.

Dávid Fossdalsá, ið saman við Jóhonnu Magnusardóttir rekur Tell Me North leggur afturat:

– Vit kundu sjálvandi brúkt onkran útlendskan stemningstónleik, sum vit funnu á netinum, men tað hevur eisin týdning fyri okkum at brúka føroyskan tónleik í okkara túrum – bæði fyri at stuðla føroyskum tónasmiðjum og seta rætta huglagið til okkara søgur.  

– Og her passaði tónleikurin hjá Eli sum fótur í hostu, leggur Jóhanna afturat.

Sigast kann tí, at Eli Tausen á Lava saman við Tell Me North heldur fram við at bróta burtur úr nýggjum og slóðar fyri, at klassiskur tónleikur eisini kann gerðast partur av vinnuligum ferðatilboðnum.

Tíðindaskriv frá Mahogni Music Publishing

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2024

27 Leygardagur 27. apríl 2024

Frá Red Rocks Amphitheater til Royal Albert Hall

Eivør hevur stórar uppgávur fyri tíðina. Í vikuni framførdi hon fyri umleið 9.000 fólkum í fjallalendi í Denver í USA. 10. mai skal songkvinnan á pall í víðagitnu konserthøllini í London

Konsertin á Red Rocks Amphiteathre var partur av konsertferð í USA. Skjótt verður Eivør í høvuðsstaðnum í Onglandi - seinni í ár hevur hon konsertir í Føroyum
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hesar vikurnar hevur Eivør fleiri spenanndi tiltøk á skránni.

Eitt slíkt var týskvøldið, tá Eivør framførdi á Red Rocks Amphitheatrinum í Denver. Talan er um serstakt spælistað í tónleikaheiminum. Tað hevur 11 ferðir hevur vunnið Pollstar virðislønina fyri at verða besta uttandura spælistað.

Eivør og bólkur hennara stóðu frammanfyri eini 9.000 fólkum uppi á stórslidna reyðlitta fjallalendinum í amerikanska statinum Colorado.

Konsertin var partur av konsertferð í USA, sum sjálvandi er ein stórur og áhugaverdur marknaður. Har hevur songkvinnan, sangskrivarin og tónleikarin úr Syðrugøtu eisini vunnið seg meira fram seinnu árini. 

Skjótt stendur Eivør eisini í stórari uppliving í London. Royal Albert Hall er stór og vøkur konserthøll, og talan er um eitt av kendastu spælistøðunum í heiminum. Har skulu Eivør og føroyski bólkur hennara framføra fríggjadagin 10. mai.

Eivør spældi skjótt útseldar konsertir í Føroyum millum jól og nýggjár. Hon spælir aftur á heimastaðnum á G!. 30. og 31. augst hevur Eivør útgávukonsertir í Norðurlandahúsinum. Hetta í samband við at fløgan Enn kemur út í juni.

[object Object]Eivør og viðleikarin Mikael Blak avmyndað í sermerkta pallinum í Red Rocks undan konsertini

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2024

28 Leygardagur 27. apríl 2024

Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Edition Wilhelm Hansen

Talan er um Edition Wilhelm Hansen, ið hevur virkað sum útgávufelag síðan 1857

Teitur Lassen (Foto: Finnur Justinussen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Teitur hevur gjøgnum felag sítt, Arlo and Betty Music, gjørt sáttmála við danska útgávufelagið, Edition Wilhelm Hansen, ið er partur av altjóða forlagnum Wise Music Group. Talan er um størsta forlag í norðurlondum, ið varð stovnað í 1857, og sum tónaskaldini Sibelius, Grieg og Carl Nielsen hava lagt lunnar undir.

Sáttmálin fevnir um alt tónleikaverkið hjá Teiti, ið fevnir yvir 500 sangir og útgávur. Edition Wilhelm Hansen skal fáast við fyrisiting, útbreiðslu og eftirlit av gomlum verkum umframt at festa nýggj verk á nótar. 

- Eg gleði meg at hava fleiri á mínum liði og vera ein partur av einum forlagi, ið bæði er dygdarliga og søguliga rótfest, men samstundis er samtíðarligt og ikki gongur so høgt upp í tónleikagreinar, men heldur setur skapanarhugan fremst, sigur Teitur í tíðindaskrivi.

Teitur undirskrivaði sáttmálan saman við umboðsmanni sínum gjøgnum skjótt 25 ár, Christian Ulf Hansen, og forstjóranum í Edition Wilhelm Hansen, Loui Törnqvist. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2024

29 Leygardagur 27. apríl 2024

Rakul, Birgit og Hjørdis vunnu skrivikappingina

Aftur í ár varð skipað fyri skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu – uppgávan í ár var at skriva eitt ummæli av einum heildarverki

(Mynd: Runavíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fyri fjórðu ferð var skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum í ár er 21.-28. apríl, og vinnararnir av ársins skrivikapping eru nú funnir.

Uppgávan í ár var at skriva eitt ummæli av einum heildarverki, útgivið í 2020 ella seinni. Tríggjar virðislønir vórðu latnar, fyrsta og onnur virðisløn, umframt virðisløn til ungt fólk sum vísir serliga góð evnir, skrivar Runavíkar kommuna.

Fyrsta virðisløn varð latin til Rakul í Gerðinum fyri ummælið "Sniðfundiga samansett orð". Ummælið snýr seg um tvey yrkingasøvn eftir Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, "Tykisljóð" og "Setorð", og um ummælið skrivar dómsnevndin:

– Ummælið brúkar egið myndamál og hevur bæði rís og rós til verkini. Tað greinar og setir í frásjón, og lesarin fær tekstabrot at síggja, so at ummælið er sum ein sýnisgluggi, har verkið verður presenterað, og lesarin fær gjørt sær sínar egnu metingar. Ummælið er humoristiskt, og skrivarans upplivingar eru lýstar, uttan tó at seta skrivaran í sentrum. Tað er væl skrivað og atfinningarsamt, men við virðing ásannandi, at tað er trupult at finnast at.

Onnur virðisløn varð latin Birgit Remmel fyri ummælið "Tann seinasta gandakellingin?", sum er um bókina Sára Malena eftir Sólrun Michelsen.

Um ummælið skrivar dómsnevndin:

– Eitt sera víðskygt ummæli við tilsipingum til aðrar bókmentir og rák. Áhugaverdar viðmerkingar til dr. Jakobsens brigdið av søgnini um Beintu. Viðgerðin umfatar sjónarhorn søgunnar og lesarauppliving og hevur sera áhugaverdar hugleiðingar um, hvørja funktión hugleiðingar Sólrunar við hvørt kapittul hava. Niðurstøðan setur søguna í nútíðar frásjón á áhugaverdan hátt.

Virðislønin til ungt fólk sum vísir serliga góð evnir fór til Hjørdis Rannváardóttir Reistrup, sum hevði skrivað ummæli um "Dreymsótt" eftir Rakel Helmsdal.

Dómsnevndin skrivar:

– Ummælið byrjar á spennandi hátt og fangar lesaran, áðrenn bókin verður nevnd. Skrivarin førir okkum við endurtøkum inn í universið í bókini, á sama hátt sum røðarar í bókini gera til tess at sannføra fólkið. Ummælið er greinandi og perspektiverandi og vísir á, hvussu fámannaveldið virkar. Faklig hugtøk verða brúkt og ummælið sipar til annan ungdómsskaldskap. Ummælið nevnir eisini, at ikki nógvar slíkar bøkur eru á føroyskum, og evni, sum verða viðgjørd, eru vanliga sett í samband við heilt onnur samfeløg enn okkara. Ummælið endar við at seta sera viðkomandi samfelagsligar spurningar.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2024

30 Leygardagur 27. apríl 2024

Felagskonsert í Fríðrikskirkjuni í dag

Kirkjukórini í Fríðrikskirkjuni, Kristiliga Sangkórið og Sandskórið luttaka - Susanne Brattaberg er kórleiðari hjá øllum trimum kórunum. Byrjað verður klokkan 17

Næmingar úr Nes Sóknar Musikkskúla, sum fara at spæla saman við kórinum og einsamalllir, luttaka eisini
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Klokkan 17 í dag verður felagskonsert í Fríðrikskirkjuni við Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni, Kristiliga Sangkórinum og Sandskórinum.

Susanne Brattaberg er kórleiðari hjá øllum trimum kórunum.

Eisini luttaka musikskúlanæmingar frá Nes Sóknar Musikkskúla, sum fara at spæla saman við kórinum og einsamalllir.

Føroysk og útlendsk løg verða framførd. Millum annað eftir H. J. Højgaard, Knút Olsen og J. S. Bach.

Konsertin er partur av skránni hjá Várdøgum í Nes kommunu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2024

31 Leygardagur 27. apríl 2024

Konsert í gjónni sunnudagin

Skanderborg Brass Band er á konsertferð í Føroyum og hevði eitt ynski um at framføra í gjónni við Gjógv. Konsertin verður sunnudagin klokkan 14

Skanderborg Brass Band hevur verið til í yvir 40 ár, og er nú komið á konsertferð í Føroyum. Sunnudagin verður ein heilt serstøk og ókeypis konsert við Gjógv
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Danska hornorkestrið Skanderborg Brass Band hevur hesa vikuna verið á konsertferð í Føroyum. Orkestri spældi saman við Havnar Hornorkestri á Vaglinum Flaggdagin, og dýra biðidag vóru tey við á árligu Musikkstevnuni, sum í ár varð hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Sunda kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at Skanderborg Brass Band hevði eitt serligt ynski um at framføra í gjónni við Gjógv.

[object Object]
Mynd: Pól Sundskarð

Hetta varð játtað, og í morgin, sunnudagin 28. apríl, verður konsert í gjónni. Hon byrjar klokkan 14 og er ókeypis.

Bólkurin er frá 1983. Limirnir eru í nógvum ymiskum aldursbólkum og eru von at spæla til ymiskt tiltøk í Danmark.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. apríl 2024

32 Leygardagur 27. apríl 2024

Sement: Allir finalistar funnir

Ókendir, Jákup Eli, Ragnar Finsson, gówa, Ester Skála og Ása Brynjardóttir verða í finaluni á Reinsarínum í kvøld

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna leygarkvøld var seinna undanumfar av árins Sement-tónleikakapping á Reinsarínum, har síðstu finalistarnir vórðu funnir, og nú er greitt, hvørji seks nøvn verða at hoyra í finaluni í kvøld.

14. apríl var fyrsta umfar, har bólkurin Ókendir og einstaklingurin Jákup Eli komu víðari, og farna leygarkvøld vórðu heilir fýra finalistar afturat funnir.

Tey, sum framførdu vóru Ester Skála, Volapuck, Ragnar Finsson, gówa, og Ása Brynjardóttir, og dómsnevndin valdi at senda Ragnar Finsson og bólkin gówa víðari.

Um Ragnar Finsson segði dómsnevndin m.a., at hann var nærverandi, fangaði fjøldina beinanvegin, og framførslan var gjøgnumførd.

Um gówa varð m.a. sagt, at framførslan var varierað og heilstoypt. Oddakvinnan fekk bólkin at blomstra, sumstundis sum hon sjálv bergtók øll.

Umframt hesi bæði nøvnini, varð avgjørt at hava tvey wildcards, og tí hevði ein dómsnevnd valt tveir afturat millum allar ársins luttakarar at senda víðari. Teir báðir síðstu finalistarnir gjørdust Ester Skála og Ása Brynjardóttir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2024

33 Leygardagur 27. apríl 2024

Ásgeir Trausti í Tøting, NLH og Listastovuni

Væl umtókti íslendski sangarin ynskti sjálvur at koma aftur til Føroya at upptraðka 

Ásgeir Tarusti á G! Festivalinum 2022 (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Væl umtókti íslendski sangarin Ásgeir Trausti verður aftur at hoyra í Føroyum ío næstum. Talan er um ein hin mest týðandi tónlistarmaðurin í Norðanlondum seinastu 12 árini, sum kemur á vitjan.

Tað er Ásgeir Trausti sjálvur, sum hevur ynskt at vitja aftur í Føroyum. Hann hevur tvær ferðir áður upptraðkað á G! Festivalinum í Gøtu.

Hesintúrurin er skipaður í felag av Tónleikasamtakinum Grót, Norðurlandahúsinum og Listastovuni í Miðvági.

Fyrsta plátan frá Ásgeiri Trausta “Dýrð í dauðaþögn” er hin mest selda plátan í Íslandi nakrantíð. 

Konsertirnar verða í Tøtint í Syðrugøtu 31. mai, í Norðurlandahúsinum 1. juni og í Listastovuni í Miðvági 2. juni.

Atgongumerkini fara til sølu í dag, flaggdagin 25. apríl kl. 12. Atgongumerkir til konsertirnar í Tøting og í Listastovuni fáast á atgongumerki.fo, meðan atgongumerkir til konsertina í Norðurlandahúsinum, fáast umvegis heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2024

34 Leygardagur 27. apríl 2024

Burhan G kemur aftur á Voxbotn

Hann hevur fleiri ferðir áður framført í Føroyum, og í summar kemur hann aftur

Burhan G á Tórsfest í 2018 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Burhan G kemur á Voxbotn í summar. Væl umtókti danski tónleikarin sló sítt navn fast í 2010 tá hann útgav sjálvnevna útgávu, sum innihelt løg, ið toppaðu hittlistar í fleiri vikur.

Síðani tá hevur hann verið fastur gestur á hitlistunum í Danmark, og hann hevur vunnið hópin av viðurkenningum fyri sítt tónlistarliga virksemi. Hann er ein framúr sangari og lagsmiðjur, og telist millum allar fremstu R&B tónleikararnar í norðurlondum. 

Á sumri í 2008 útgav hann sítt fyrsta staklag ‘Kun Dig’ sum snýr seg kærleikan til tí einastu einu. Júst ein mánaða eftir fyrsta staklagið, gav hann út annað staklagið ‘Jeg vil ha’ dig for mig selv’ sum er skrivað saman við Rasmus Seebach, og bleiv hetta eitt ógvuliga væl dámt lag. Triðja staklagi ‘Mest ondt’ kom út í 2010 og verður sungið saman við donsku Medina. Hetta lagið var fyrsta lagið hjá Burhan, ið lá sum nummar eitt á hittlistunum í Danmark, og  bleiv tað verandi har í fleiri vikur. Burhan G hevði nú av álvara sligið í gjøgnum sum solo sangari.

Hann hevur áður verið í Føroyum, millum annað á Tórsfest í 2018 og á Voxbotn 2021.

Millum nøvnini á plakatuni hjá Voxbotn í summar eru Tessa, Nick Carter, Gobs og Tobias Rahim.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2024

35 Leygardagur 27. apríl 2024

Gróa – ein bólkur vit máttu hava á G!

Íslendskur kvinnubólkur við egnum leisti innan punk og listarligan gang

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fleiri umboð frá G! hoyrdu íslendska bólkin, Gróa, í Washington, USA, farna heyst, og vóru øll samd um, at Gróa er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær.

Gróa kom brestandi á pall í 2018. Líka síðani hevur bólkurin tikið øll á bóli við sínum óskikkiliga lyndi. Hesar fýra kvinnurnar úr Reykjavík eru garrvillar.

Til eina vanliga punk konsert fært tú ofta nokkso nógv av tí sama – alt gott um tað, soleiðis er hesin estetikkurin nú einaferð.  Men Gróa hevur funnið sín egna leist innan punk og listarligan gang.

Í sínum ørskapi er alt tó lagt óvanliga væl til rættis.

Trummurnar byggja tónleikin upp á púra egnan hátt, og konsertin er nógv fjølbroyttari enn tann vanliga punkframførslan.

Tað er nú greitt, at Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) Jógvan (FO) Agat (IL) Nelly Moar (NO) Sound of the Damned (GL) Das Body (NO) Plúmm (FO) og GRÓA (IS) spæla á G! 2024. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2024

36 Leygardagur 27. apríl 2024

Adrenaline á Summar Festivalin

Væl umtókti rockbólkurin skal spæla á Summar Festivalinum í august

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Teir eru ungir og lívligir, teir spæla melodiøsan og fangandi rocktónleik, og í august skulu teir framføra á landsins størsta tónleikatiltaki.

Adrenaline er rockbólkur úr Klaksvík, og teir vera tí á heimavølli, tá ið teir skulu hava konsert á Summar Festivalinum.

Adrenaline hevur útgivið fleiri væl umtóktar sangir – eitt nú "Bjarta", "Spillikassin" og "DNA". Teir hava eisini havt framførslur kring landið og hava seinasta árið fingið alt størri undirtøku. Sangirnir fanga, og framførslurnar eru framfýsnar og undirhaldandi.

Teir, sum spæla í Adrenaline, eru Jónas Jacobsen (sang og gittar), Tórður Sóleyarson (sang og gittar), Niclas Høgnesen (bass) og Høgni Sørensen (trummur).

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2024

37 Leygardagur 27. apríl 2024

Hetlendingar gera klárt til rakettútskjóting í august

SaxaVord Space Center á Unst í Hetlandi hevur fingið enn eitt týðandi loyvi upp á pláss

Nú er skjótt klárt at skjóta rakettir út í rúmdina frá Lamba Ness á Unst í Hetlandi (Mynd: ShetNews)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Enn nøkur týðandi loyvi eru fingin upp á pláss, sum skulu gera tað møguligt at senda fyrstu rakettina frá rakettútskjótingarstøðini SaxaVord í Hetlandi í august mánaði í ár.

Hósdagin kundi rakettstøðin kunngera, at hon sum tann fyrsta í Vesturevropa hevur fingið fult loyvi til at skjóta rakettir upp. Hetta tí at hon hevur fingið sokallað ‘range control licence’ frá CAA, UK Civil Aviation Authority.

Hetta er eitt neyðugt loyvi fyri tað virksemi, sum skal ganga fyri seg á Lamba Ness norðast í Hetlandi. Men sum skilst er tað endaliga útskjótingarloyvið ikki komið upp á pláss enn.

ShetNews skrivar, at SaxaVord nú hevur heimild til at ávara fólk um at halda seg burtur frá vandamiklum økjum, fremja eftiransing av hesum økjum og vaka yvir økinum í sambandi við rakettferðirnar.

Arbeiði við at fyrireika komandi rakettútskjótingarnar heldur fram, og eisini við at tilbúgva rakettútskjótingarstøðina, so at týska rúmdarfelagið RFA, Rocket Factory Ausburg, sum ætlað, kann skjóta ta fyrstu rakettina út í ringrás um jørðina í august í ár, skrivar ShetNews.

Stjórin fyri SaxaVord Space Center, Frank Strang fegnast:

- Hetta er ein sera týðandi liður í okkara fyrireikingum. Sum einasta rakettútskjótingarstøð í Vesturevropa við neyðugum loyvum, fyrireika vit okkum nú at skriva framhald av rúmdarsøguni við fyrstu rakettútskjótingini í triðja ársfjórðingi í ár, sigur Frank Strang.

Ovastin fyri UK Space Regulation hjá CAA, Colin Macleod sigur, at hetta seinasta loyvi var neyðugt fyri at tryggja almennu trygdina í sambandi við rúmdarvirksemi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2024

38
Leygardagur 27. apríl 2024

Ætla at ala laks í tunnlum í fjallinum

Norska fyritøkan Norwegian Mountain Salmon kannar egnað økir í bæði Hetlandi og Hebridunum

(Tilgjørd mynd: Norwegian Mountain Salmon)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein norsk alifyritøka hevur stórar ætlanir um at byggja eitt stórt alibrúk á landi – ella rættari sagt undir jørð – sunnarlaga á meginlandinum í Hetlandi.

Umboð fyri fyritøkuna, Norwegian Mountain Salmon A/S vóru í farnu viku í Hetlandi og samráddust um verkætlanina við lendiseigarar og myndugleikar, skrivar miðilin Shetnews.

Talan er um eitt øki á Fora Ness, nærhendis Spiggie, beint innan fyri óbygdu oynna Colsay, sum fyritøkan er áhugað í, upplýsir stjórin fyri norsku alifyritøkuna, Bård N. Hjelmen fyri Shetnews.

Seinni í ár verður avgerð tikin um, farið verður víðari við ætlanini.

Fyritøkan kannar eisini eitt øki nærhendis Uig í Lewis í Hebridunum, og hevur eisini ætlanir um eina alistøð á Utsira í Noregi.

Ætlanin hjá fyritøkuni er at bora tunnlar inn í fjallið, sum kunnu hýsa 112 stórum tangum, sum við tíðini kunnu framleiða upp til 45.000 tons av laksi um árið.

Sambært Shetnews, er fyritøkan sinnað at gera íløgur fyri yvir 300 milliónir pund, svarandi til 2,6 milliardir krónur, frá tí at arbeiðið fer í gongd í 2028 til tað er komið í fulla framleiðslu í 2035.

- Vit kanna nú umstøðurnar í Lewis og í Hetlandi áðrenn vit taka støðu til, hvar vit fara í gongd sum tað fyrsta, sigur Hjelmen, sum vísir á fleiri fyrimunir við afturlatnum framleiðslueindum, umframt at hitin í sjónum í Hetlandi er tann optimali, tá tað snýr seg um laksaaling.

Við lokaðum framleiðslueindum á landi eru fyrimunirnir eitt nú: Ongin lús, ongin vandi fyri at laksur sleppur til rýmingar, effektiv viðgerð, góð yvirvøka, góð vatngóðska og 70 prosent av avfallinum verður sílað frá.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2024

39 Leygardagur 27. apríl 2024

Skal arbeiða minni framyvir

Mánadagin fór 87 ára gamli Harald kongur farin aftur til arbeiðis eftir at hava verið sjúkrameldaður í nærum tveir mánaðir

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Mánadagin fór norski Harald kongur aftur til arbeiðis eftir at hava verið sjúkrameldaður í nærum tveir mánaðir, og framyvir fer hann eisini at hava færri arbeiðsuppgávur, upplýsir norska kongshúsið.

Tað er við atliti til aldur hansara, at avgerð er tikin um, at 87 ára gamli kongurin framyvir skal arbeiða minni.

Tað var síðst í februar, at Harald kongur gjørdist sjúkur, meðan hann ferðaðist í Malaysia og mátti flytast heim til Noregs, har hann varð innlagdur á ríkissjúkrahúsinum í Oslo. Kongurin fekk ein fyribilskvikil insettan í Malaysia, sum skuldi tryggja eina støðufasta hjartarútmu og gera heimferðina tryggari, og í Oslo fekk hann ein fastan kvikil.

Meðan kongurin hevur verið sjúkrameldaður, hevur Haakon krúnprinsur tikið sær av uppgávum hansara.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2024

40 Leygardagur 27. apríl 2024

Seinna turbinan í Botni eisini sløkt

Bjarni Johansen trýsti á knøttin mánadagin. Arbeiðið at dagføra elverkið hjá SEV í Botni er byrjað, og tað tekur væntandi eitt ár: So eru tvær nýggjar turbinur settar upp, og elverkið koyra aftur

Verkmeistari Jóanes Norðberg og borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansenm vóru í Botni, tá turbina 2 bleiv sløkt mánadagin. Harvið koyra tær gomlu ikki longur
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mánadagin 22. apríl klokkan 14 bleiv turbina 2 á elvekinum í Botni sløkt. Nú eru báðar turbinurnar á elverkinum í Botni sløktar. Turbina 1, ið er ein Pelton turbina, bleiv sløkt 1. apríl í ár.

Verkmeistari Jóanes Norðberg og borgarstjórin í Vágs Kommunu Bjarni Johansen vóru í Botni, tá turbina 2 bleiv sløkt. Tað var Bjarni Johansen, sum fekk heiðurin at sløkkja turbinu 2. Turbina 2 er av merkinum Francis og hevur koyrt síðan 20. mai í 1966, og nú hon bleiv slókt, hevur hon koyrt í 58 ár.

[object Object]

Arbeiðið at dagføra elverkið hjá SEV í Botni er byrjað. Arbeiðið tekur væntandi eitt ár, so eru tvær nýggja turbinur settar upp, og elverkið koyra aftur.

- Á heimasíðuni hjá SEV siga tey, at tá ein stendur í Botni og hyggur at stóra betongbygninginum frá 1921, má ein bara undrast á, hvussu hetta hevur borið til uttan vegasamband í Botn. Og leggjast kann afturat, at um bygt bleiv ídag, hevði byggitíðin helst verið nakað tann sama.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2024

41 Leygardagur 27. apríl 2024

75 prosent burðardygg elframleiðsla í mars

Mars er higartil grønasti mánaður til burðardygga elorku

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tríggjar út av fýra ferðum, tú tendraði ljósið ella kókaði ketilin í mars, var streymurin framleiddur úr vatni ella vindi. 

Býtið av orkukeldunum í meginøkinum í mars var soleiðis: vindur 41 prosent, vatn góð 32 prosent, olja 25 prosent, og biogass, sólorka og sjóvarfall tilsamans 2 prosent av samlaðu framleiðsluni. Til samanberingar var grøna framleiðslan í meginøkinum í mars í fjør 46 prosent.

Lýggja veðrið í mars royndist væl til burðardygga elframleiðslu. Í mun til mars í fjør brúktu vit góð 52 prosent minni av olju, og fingu væl meira burturúr vatnorkuni.

Størsta framgongdin í mun til sama tíðarskeið í fjør er vatnorkuframleiðslan, sum er 91,3 prosentstig hægri í mars í ár enn í mars í fjør. Meðan vatnorkuverkini í mars í fjør framleiddu 6,9 MWt kom vatnorkan í ár upp á góðar 13 GWt. Hetta kemst av, at tað var væl kaldari í veðrinum í fjør. Í mars í fjør var kalt við liggjandi kava, og vit fingu tað, vit rópa frostbinding. Miðal hitin í mars 2023 var 1,8 hitastig, meðan miðalhitin í mars 2024 var 4,5 hitastig.

Vindorkan royndist 54 prosentstig betur í mars í ár enn í fjør. Í høvuðsheitum er hetta partvís tí, at vindferðin var eitt vet hægri og partvís tí at nýggja stabiliserandi tøknin við battarískipan og synkronkompensatori ger mun.

- Nú síggja vit rættuliga, hvussu stóran mun, stabiliserandi tøknin í meginøkinum kann gera, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev. 

Í mars í fjør var grøna framleiðslan 18 MWt, sum var 46 prosent av samlaðu framleiðsluni, meðan grøna framleiðslan í mars í ár kom upp á 30,5 MWt, sum er 75 prosent av samlaðu framleiðsluni. Samstundis var samlaða framleiðslan 3 prosent hægri í mars í ár enn í fjør.

Suðuroyggin 77 prosent grøn
Eisini í Suðuroy royndist grøna orkuframleiðslan betur í mars í ár enn í fjør

Eftirspurningurin eftir el í Suðuroy fall við hálvum øðrum prosenti, meðan grøna elorkuframleiðslan øktist góð 18 prosent.

Minni fekst burturúr vatnorkuni, meðan vindorkuframleiðslan øktist. Orkubýtið í Suðuroy í mars var soleiðis: Vindur 65 prosent, olja smá 23 prosent, vatn 12 prosent og harumframt sól eitt hálvt prosent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2024

42 Leygardagur 27. apríl 2024

Danmark bjóðar út seks risastórar havvindmylnulundir

Stjórnin roknar við, at tær kunnu framleiða streym til um 10 milliónir danir og  evropearar

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Endamálið við hesi sera stóru grønu ætlanini er at gera Danmark til eitt undangonguland ella orkumiðdepil í Evropa. Talan er um størstu útbjóðing av sínum slag í Danmark nakrantíð. 

- Hetta er ógvuliga, ógvuliga stórt. Eg vóni, at danir fara at gerast ernir av hesi ætlan sigur Lars Aagaard, veðurlags, orku- og flutningsráðharri. Longu nú kunnu fyritøkur bjóða uppá lundirnar, sum skulu vera í Krigers Flak, Hesselø, Norðsjónum og Kattegat. 

[object Object]


Roknað verður við at tað fer at kosta eini fyritøku 16 milliardir krónur at byggja eina havvindmylnulund, sum skal framleiða eitt gigawatt. Danska stjórnin hevur avgjørt ikki at stuðla útbyggingunum við pengum, men vil binda seg til at keypa 20 prosent av hvørjari lund.  

At hetta ber til kemst av, at útreiðslurnar við at byggja út havvind eru lækkaðar nógv. Hevði tað verið fyri 10 árum síðani, tá hevði staturin verið noyddur til at stuðla við nógvum pengum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2024

43 Leygardagur 27. apríl 2024

KÍ tveitt venjaran til hús

Samstarvið millum Haakon Lunov og KÍ heldur uppat eftir bert tríggjar mánaðir

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Haakon Lunov er ikki høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ longur. Samstarvið millum KÍ og Haakon Lunov er hildið uppat.

Hesum boðar KÍ frá hóskvøldið.

Úrslitini í ár hava ikki veið nøktandi og eftir at KÍ í gjár varð varpað úr steypakappingini í fyrsta umfari, hevur nevndin tikið avgerð um, at nú má okkurt henda.

- Gongdin hjá okkara besta liði og vantandi úrslit eru høvuðsorsøkin til hesa avgerð, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, sum harmast um, at samstarvið ikki eydnaðist betur, og at úrslitini hava verið so lak higartil í ár.

Tað var síðst í januar, at KÍ setti norðmannin Haakon Lunov sum høvuðsvenjara hjá Betrideildarliðnum við monnum, men úrslitini hava ikki verið eftir vild.

- Hetta samsvarar ikki við málsetningin hjá felagnum, og tí er neyðugt at taka stig, sum kunnu venda keðiligu gongdini, staðfestir nevndin í felagnum.

Arbeitt verður við at finna nýggjan venjara, sigur felagið.

Fyribils tekur hjálparvenjarin, 48 ára gamli norðmaðurin, Espen Haug, við sum venjari hjá KÍ.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2024

44 Leygardagur 27. apríl 2024

HB vann fyri triðju ferð í ár á KÍ

Steypavinnararnir halda fram í kappingini. Mikukvøldið syrgdu teir fyri, at trupulleikarnir hjá KÍ í steypakappingini - og sum heild í ár - halda fram. HB var greitt omaná í 1. hálvleiki, og heimaliðið vísti ov lítið samanlagt

Enn eitt tungt kvøld hjá KÍ, meðan HB'arnur aftur kunnu fegnast, nú teir hava felt føroyameistararnar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Á stóra hegninum omanfyri málið móti Bøgøtu hongur ein bláur bannari við hvítari skrift: "Aftur ein sigur til KÍ". Soleiðis hevur tað í stóran mun verið seinni árini hjá fótbóltsflaggskipinum í Norðyggjum, men mikukvøldið burdi tað staðið "enn eitt tap". KÍ hevur skinklað í fleiri dystum í 2024, og hevur framvegis bara tapt móti hinum topp-fýra liðunum. Um stórsteypadysturin telur við, so hava føroyameistararnir nú tapt fýra slíkar: Ein ímóti B36 og tríggjar móti HB.

Eftir fyrra hálvleik áttu allar ávaringarlampur at lýst í Klaksvík. KÍ sá í besta føri út sum eitt miðallið í Føroyum. Teir í bláum vóru merkilga tamir, einki hugflog var í spælinum, sum eisini tyktiskt óskipað. HB hevði heldur ongar trupulleikar við at verja fyri tí, sum heimaliðið kom við.

Heimaliðið kom ov seint fyri seg eftir leiðslumálið, og HB økti stutt fyri steðgin til 2-0. Hetta var eitt sigandi úrslit fyri fyrra hálvleik. Liðið hjá Adolfo Sormani spældi einfalt og klókt og var meira á.

Hóast Mikkel Dahl als ikki er komin heilt fyri seg eftir skaðan og Dávid Reynheim fyri stuttum hevði 16-ára føðingardag, so góvu teir ungu KÍ-miðverjuni og afturvenda Jákup Biskopstø Andrasen, sum als ikki er í dystarrútmu, høvuðbrýgg. Tað sama gjørdi ágangandi høgri vongbakkurin Mathias Voss, sum fekk serliga Ahmed Latif í stórar trupulleikar.

[object Object]
Nógv saknaði KÍ-liðformaðurin var aftur, men Jákup Biskopstø Andreasen er eyðsæð ikki 100 prosent enn

1-0 (5.min) - Mathias Voss: KÍ missir bóltin á miðjum vølli, spælir niðan til Dávid Reynheim, ið snilt sendur Leivur Fossdal Guttesen í dýbdina. Síðani víðari til Mikkel Dahl, KÍ-verjan um ein háls, og Mathias Voss komin allan vegin fram í málteigin og skorar trygt.

2-0 (42. min) - Mikkel Dahl: Vinstri vongbakkurin Ási Dam kemur heldur lætt til innlegg tætt við baklinjuna, Jákup Vilhelmsen og Latif fáa als ikki skil á uppgávunum við aftaru stong: Púra fríur Mathias Voss stútar, Mark F. Jensen stórbjargar, men Mikkel er knappur, sum ein miðáleypari skal vera og økir. 

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Fleiri myndir síggjast her

Meira lívligt eftir steðgin

KÍ legði nógv meira fyri nú. Helst hevur tosað verið við stórum bókstavum í steðginum - Haakon Lunov sat annars niðri meginpartin av dystinum ella stóð hendur í lumma - hjálparvenjarin stýrdi meira. Longu eftir 90 sekund lá bólturin í HB-málinum.

Samansetingin Jóannes Kalsø Danielsen - Árni Frederiksberg hevur riggað stak væl seinastu tvey árini í høgru síðu hjá KÍ í ár. Í dag vórðu tenninar fyri tað mesta trektar út av ágangandi HB-spælarum, har Ási Dam stóð stekur í myndini. Árni hevði aftur í kvøld deyðbóltar langt undir sítt vanliga stig og hevði eisini millum annað nøkur óvandamikil skot og nógvar feilalveringar. Her fann nummar 7 tó snilt Jóannes, sum tyktiskt at skjóta: Bólturin hevði ikki kós í mál, men rakti Viljorm Davidsen og stakk framvið Teiti Matras Gestssyni.

1-2, og meira lív í teimum í bláum - á og uttanfyri vøllin. KÍ trýsti hægri og við meira inntensiteti. Hetta var millum annað við René Shaki Joensen fremst. Júst hesin parturin er einasta góða frágreiðingin, hví René varð nýttur sum annar áleyparin í 4-4-2 part av dystinum. Pætur Petersen byrjaði undir liðini á Pálli Klettskarð, men tað er eyðsæð, at Pætur ikki hevur fingið tað at eydnast í KÍ enn.

[object Object]
KÍ-venjartoymi hevur nógv at hugsað um í hesum døgum (Mynd: Sverri Egholm)

Venjaratoymi hjá HB hevði valt at spara Áka Samuelsen og Heðin Hansen. Hetta vísti seg at rigga væl, tí teir komu inn nakað inn í 2. hálvleik og vóru við til at tryggja HB betri tamarhald á dystin aftur. KÍ fekk ikki heilt skapt veruligar vandastøður: Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi og Viljormur Davidsen gjørdu helst italska venjaran ernan við vejruspælinum í flestu støðunum.

HB hevur eisini eina ávísa kynismu í ár - og treyðugt so - onkutíð neyðuga hepni. Tá tjúgu minuttir vóru eftir, var rumbul um bóltin á brotsteigarmarkinum hjá KÍ eftir fríspark. Dávid Reynheim prikaði bóltin til Hanus Sørensen, sum skeyt eitt heldur forkølað skot. Onkursvegna megnaði Mark Jensen at beina bóltin víðari í málið, ístaðin fyri at beina bóltin burtur. Enn ein mynd á støðuna hjá KÍ  og heldur løgnu málmansstøðuna við skiftandi dystum: 1-3 og stórur fagnaður á HB-áskoðarunum.

[object Object]Hanus Sørensen, ið til tíðum var snildurð, fekk eitt heldur heppið mál. Men um man ikki stríðist og skýtur, fær man einki (Mynd: Sverri Egholm)

Teir kundu eisini lyfta armar, rópa og byrja at prika norðoyingar meira. Hetta var triði sigur hjá HB á KÍ uppá minni enn átta vikur. Frammanundan hevði HB ikki vunnið veruliga týðandi dyst á KÍ í yvir trý ár - tó at ein kom fýra dagar eftir FM-heitið hjá KÍ í 2021 var tryggjað. Seinast var annars í júst steypakappingini í Klaksvík í 2020. HB hevur aftur staðfest, at liðið onkursvegna er væl grundfest, og úttrykkið er sterkari í ár enn undanfarnu ár, hóast spælið við bóltinum ikki beinleiðis røkkir hæddinum.

Í yvirtíðini av dystinum prikaði Páll Klettskarð bóltin í netið til 2-3. Júst Páll hevur nú skorað 11 skrásett mál í ár, men eins og í Betrideildardystunum móti B36 og HB rakti toppskjúttin ikki toppstig hetta kvøldið. Hann kom annars ikki heilt til møguleikarnar.

Málið kom ov seint, KÍ royndi meira í 2. hálvleiki, men tað rakk ikki til at hótta HB veruiga, tá samanumkom. 

[object Object]
Tveir av ungu og ídnu HB'arunum, Ejvind Restorff Mouritsen og Ási Dam, fegnast eftir loknan dyst (Mynd: Sverri Egholm)

1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið
Mikudagin 24. apríl

KÍ - HB 2-3 (0-2)
05' 0-1 Mathias Voss (Mikkel Dahl)
43' 0-2 Mikkel Dahl (Mathias Voss)
47' 1-2 Sjálvmál
70' 1-3 Hanus Sørensen (Dávid Reynheim)
90+3' 2-3 Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg)

Myndir: HB varpaði KÍ úr steypakappingini

Hinir dystirnir:

FC Suðuroy - TB 0-2 (0-1)
24' 0-1 Olivur Renéson Thomsen (Torkil Úlvur Jespersen Holm)
79' 0-2 Mikal Tummasarson (Anders Tønnesen)

FC Hoyvík - Víkingur 1-3 (1-1)
26' 1-0 Fróði Pæturson Rasmussen 
37' 1-1 Sølvi Vatnhamar (Signar a Brúnni) 
65' 1-2 Jákup Johansen (Sølvi Vatnhamar) 
68' 1-3 Jákup Johansen (Áki Magnussen)

B71 - AB 0-0, 1-1 eftir longda leiktíð, 5-6 eftir brotsspørk
120 0-1 Bartal Skaalum Petersen
120+4' 1-1 Nóa Falkvard Petersen

Hósdagin 25. apríl:

B36 - Skála 3-1 (1-0)
40' 1-0 Zean Dalügge (br.)
49' 2-0 Zean Dalügge
79' 2-1 Dávid Johansen (Bjarti Thorleifsson)
86' 3-1 Andrass Johansen (Bjarki Nielsen)

B68 - ÍF 1-0 (1-0)
21' 1-0 Villiam Emil Klein

EB/Streymur - 07 Vestur 5-0 (2-0)
41' 1-0 Suni Hermann Petersen
44' 2-0 Emil Weihe Joensen (Suni Hermann Petersen)
58' 3-0 Jens Erik Bruhn (Robert Marcus)
62' 4-0 Filip Djordjevic (Jens Erik Bruhn)
87' 5-0 Marius Árting Allanson (Hanus Eiðisgarð)

Eftir at síðsti dysturin varð spældur hóskvøldið, var lutakast um, hvussu liðini skulu hittast í fjórðingsfinalunum, sum verða spældar 9. mai:

Úrslitið av lutakastinum fall soleiðis úr:

B36 - NSÍ
Víkingur - AB
TB - B68
EB/Streymur - HB

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2024

45 Leygardagur 27. apríl 2024

Víkingur í stórum stíli - B36 í stórum trupulleikum

Eitt fyribils farvæl til B36 í FM-stríðnum eftir 4-0 í Sarpugerði. Dreymamál hjá Sølva Vatnhamar í fyrra hálvleiki og dreymaavrik í 2. hálvleiki hjá heimaliðnum

Sølvi Vatnhamar hevur her lagt Víking á odda. Hann, Jákup Johansen og Finnur Justinussen kunnu fegnast um trý stig afturat (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Facebook-síðan hjá B36 skýrdi tað eina eyðmýking og skrivaði í fyrstu syftu, at tapið sunnudagin minti um 6-0 tapið á sama staðið seint í kappingarárinum í fjør. Samstundis varð tað staðfest, at: - FM málið og spælið hjá Dan og B36 er í hvørtfall langt vekk í løtuni.

Síðsti parturin varð síðani slettaður, men her verður sipað til, at venjarin Dan Brimsvík greitt meldaði út alment áðrenn kappingarárið, at B36 skuldi vera við í FM-stríðnum. Tað er B36 ikki, nú seks umfør eru spæld, og átta stig eru upp til Víking.

Samstundis kann staðfestast eftir dystin í Sarpugerði, at Víkingur er greitt tað besta liðið í Føroyum beint nú. HB tapti tepurt har og hevur bara vunnið síðani tað. HB er bert trý stig aftanfyri Víking. Tað er tó greitt meira týðiligt spæl og samanlagt sterkari avrik hjá Víkingi - tað er heldur ikki so løgið, tá hugsað veðrur um støðufesti við venjarum og spælarum.

Dreymamál setti gongd í - seinna hálvleik átti heimaliðið

B36 var leikliga nakað omaná fyrstu 25 minuttirnar. Zean Dälugge hevði eisini ein stútara á stongina eftir flott álop í høgru. Víkinga-liðið var tó sum vera man væl skipað. Miðverjan við Arnbirni Svensson og Atla Gregersen og alt rundanum stóð væl, og í 27. minutti vann Víkingur bóltin høgt. Hann endaði hjá Finni Justinussen, sum legði av til Sølva Vatnhamar, og so skoraði 37-ára gamli málrevurin eitt frálíkt mál: Toppskjúttin og ársins spælari tvey tey seinastu árini legði bóltin í longra málhornið, staddur við brotsteigarmarkinum og nakað til høgru.

[object Object]
Finnur Justinussen, ið órógvaði B36-verjuna nógv í dag, legði av til Sølva...

[object Object]...sum høgdi bóltin í longra málhornið (Myndir: Sverri Egholm)

Restina av 1. hálvleiki bylgjaði tað nakað aftur og fram, og bæði liðini søktu at. Eftir steðgin var tað eitt sindur sum, at bert eitt lið var á vøllinum. Ella íhvussu er bert eitt lið, sum fekk tingini at eyndast.

Tað eydnaðist eisini heilt væl hjá Víkingi, sum skoraði í fyrsta álopinum í 2. hálvleiki. Fyrst bleiv Poul Kallsberg spældur púra fríur, Bjarti Vitalis Mørk stórbjargaði við fótinum, bólturin stakk út til Sølva, sum legði yvir til Geza David Turi. Kanska allarbesti spælarin í Betrideildini í løtuni var kaldur: Triðja málið hjá miðvallaranum í ár.

Víkingur spældi skjótt, væl og sannførandi. Endurtrýsið sat, og B36 fekk ikki eitt bein til jørðina. Tá ein tími varð spældur var eyðkent Víkinga-spæl í høgru. Signar á Brúnni, ið avloysti skadda Ara Olsen, kom í fullari ferð í yvirlappinum og legði innfyri. Vilmer Rønnberg fekk ikki ruddað, men bert prikað bóltin, sum stakk út til Jákup Johansen. Strandingrin hevði brent risamøluleika frammanundan, men nú var hann ísakaldur. 3-0 og alt var so at siga avgjørt. 

Aron Jarnskor Ellingsgaard hevur spælt ógvuliga væl á miðvøllinum hjá Víkingi í nógvar mánaðir. Hann er nú skaddur, men avrikið hjá 18-ára gamla Árna Nóa Atlason gjørdi, at saknurin av Aroni ikki var so stórur. Árni rann sólina svarta, vann bóltar og var eisini frekur. Í 72. minutti skoraði sonur liðskiparans: Hetta var eftir kontraálop, ógvuliga góðari sending frá Finni Justinussen og køldum fluktara.

Fleiri myndir frá dystinum

[object Object]
Ein heilsan frá faðir til son eftir fyrsta málið hjá síðstnevnda í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)

Trý mál og trý stig til KÍ

KÍ skuldi á sigurskós aftur eftir tapið fyri HB fana vikuskiftið, og tað eydnaðist eisini við 3-0 sigri á heimavølli móti B68 leygardagin. Hetta ljóðar rímiliga sannførandi hjá skaðaplágaðu føroyameistarunum, sum hava havt tað heldur tungt í ár, men heilt góðu løturnar vóru stuttar. Eitt eisini nakað skert B68-lið hevði eisini tríggjar spælarar, sum fóru av vølli í fyrra hálvleiki við skaða.

Tað var heldur ikki fyrrenn tíggju minuttir fyri hálvleik, at KÍ fekk sín fyrsta veruliga málmøguleika. Tá hevði heimaliðið fingið rímiligt tamarhald á dystinum, eftir at tað var ógvuliga rótut og uttan stórvegis góðsku fyrstu stóru løtuna. Pætur Petersen var nær við at beina bóltin í netið - í 38. minutti eydnaðist tað so hjá heimaliðnum.

[object Object]Páll Andrasson Klettskarð heldur fram at skjóta mál: Nú hevur nummar níggju hjá KÍ níggju mál fyri seks dystir í Betrideildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dan í Soylu spældi sín higartil besta dyst fyri KÍ, og hann legði ein frálían bólt inn í B68-brotsteigin, sum Páll Andrasson Klettskarð hegnisliga stýrdi niður í longra málhorn við høvdinum.

Fram til hálvleik sat heimaliðið fullkomiliga á øllum og setti B68 uppá pláss. Í longu yvirtíðini - vegna nógvu skaðarnar - spældi KÍ ógvuliga væl: René Shaki Joensen og Mads Boe Mikkelsen spældu bandaspæl mitt fyri, Ahmed Latif varð sendur avstað í vinstru, legði hart og flatt innfyri, og har var nummar níggju aftur til reiðar. Hetta var eisini mál nummar níggju hjá Pálli í Betrideildini.

Skaðar órógvaðu

2-0 í steðginum, og B68 royndi at binda fyri tað mesta av 2. hálvleiki. Hjalti Strømsten og Aleksandur Jensen fóru út fyri steðgin við trupulleikum í knøum - har tað sá møguliga álvarsamt hjá Hjalta. Álvarsamt var tað hjá unga Fríða á Borg, sum sleit hælsinuna. Harvið spælir hann ikki aftur í 2024. 

Aðrir ungir mans komu inn, og liðið hjá Jákupi á Borg royndi at arbeiða sum frægast. B68 hevur tó sínar avbjóðingar, og skaðarnir vera nokk steinur omaná byrðu. KÍ lá í nøkrum løtum framvið og royndi at økja, og tað eydnaðist tíggju minuttir eftir steðgin. Jóannes Kalsø Danielsen kom væl ígjøgnum í brotsteignum, rakti stongina, og so settti Pætur Petersen bóltin ógvuliga heppið í B68-málið. Fyrsta málið hjá Pæturi í bláum.

Skála fekk stig í Sørvági

Á Dungasandi komu bæði málini í dystinum millum Skála ÍF og 07 Vestur innan fyri nakrar minuttir í 1. hálvleiki. Fyrst gjørdi Ragnar Skála bart, tá hann setti fleiri spælarar av og sendi bóltin væl niður í málhornið.

Heimaliðið javnaði við brotssparki, sum Filip Brattbakk trygt tók sær av.

Einki mál kom afturat, men tað var útiliðið, sum var nærri við at fáa øll trý stigini. Uppflytararnir vístu meira enn framvegis nýggja liðið hjá 07 Vestur. Liðið hjá Steffen Landro kundi annars vunnið seg upp á 3. plássið við sigri, men hetta var ikki dagurin hjá 07 Vestur.

Fyri Skála var tað kærkomið at fáa eitt stig aftur - í næsta umfari er spenandi botndystur á skránni móti B68.

NSÍ aftur í topp-fýra

Seinasti dysturin í 6. umfari varð spældur í Fuglafirði, har ÍF tók ímóti NSÍ.

Botnliðið hevði Jóan Paula Jacobsen sum fyribils høvuðsvenjara. Afturat høvuðsungdómsvenjara felagsins vóru lokalar kreftir og hjálptu liðnum. Tað var eisini eitt heilt annað "úttrykk" enn í góðum pørtum av dystunum higartil. NSÍ var á odda 1-0 og 2-1, men ÍF svaraði báðu ferðir aftir, og burdi helst fingið stig.

NSÍ fekk ikki heilt tingini at eydnast, sum man vildi, og í samband við bæði málini var tað lítið sannførandi verju-og málverjuspæl. Uros Stojanov legði tó líka og skoraði síni fyrstu mál í ÍF-blusuni í nærum trý ár. Royndi serbiski áleyparin setti tvær ferðir í 2. hálvleiki bóltin í málið hjá NSÍ. Tað fyrra var í 53. minutti eftir gott innlegg frá Tonni Thomsen úr høgru, og tað seinna tíggju minuttir fyri leiklot eftir at NSÍ onkursvegna ikki fekk ruddað bóltin burtur.

Petur Knudsen er tó í hópinum hjá NSÍ, og serliga hansara evni tryggjaði NSÍ trý harðvunnin stig móti stríðfúsu fuglfirðingum, sum í løtum stóðu heilt væl og gjøgnum stóran part av 2. hálvleiki eisini hóttu.

Beint fyri steðgin skoraði Petur til 0-1 við flottum beinleiðis frísparki, sum fór inn dygst við nærru stong. 2-1 málið kom eftir dribllingar og frálíkt innlegg úr vinstru. Aðrir lokalir gjørdu eisini bart fyri NSÍ í dag, og var tað miðvallarin Mórits Heini Mortensen, sum stútaði bóltin í málið. 

Eftir 2-2 málið hjá Uros hevði NSÍ skund. Í 89. minutti varð fríspark dømt móti júst áleyparanum hjá ÍF nakað til høgru á egnari hálvu. Aron Kundsen sendi bóltin hart inn í brotsteigin, og har sá tað út sum, at Steffan Løkin fekk snittað bóltin í málið.

Júst Steffan sendi Petur Knudsen avstað tveir minuttir seinni, tá NSÍ fekk meira pláss, í samband við at ÍF satsaði nógv. Petur var ísakaldur og skoraði sítt 6. mál í ár. Við hesum var greitt, at NSÍ lyftir seg upp undir liðuna á KÍ og á 4. pláss. 

Í ÍF-leguni kann man vera rímiliga glaður fyri ymiskar batar, hóast hetta var ein dystur, ið stendur eftir sum ein, har man iðrar seg um, at einki stig kom í hús. Nú sær tað út sum, at Jákup Martin Joensen skal inn at flyta liðið tættari stigum og strikuni.

6. umfar í Betrideildini

Sunnudagin 21. apríl
Víkingur - B36 4-0 (1-0)
27' 1-0 Sølvi Vatnhamar (Finnur Justinussen)
46' 2-0 Geza David Turi (Sølvi Vatnhamar)
61' 3-0 Jákup Johansen 
72' 4-0 Árni Nóa Atlason (Finnur Justinussen)

07 Vestur - Skála 1-1 (1-1)
27' 0-1 Ragnar Skála 
34' 1-1 Filip Brattbakk, br.

ÍF - NSÍ 2-4 (0-1)
45' 0-1 Petur Knudsen
52' 1-1 Uros Stojanov (Jóhan Højbro)
78' 1-2 Mórits Heini Mortensen (Petur Knudsen)
81' 2-2 Uros Stojanov
89' 2-3 Sjálvmál
92+' 2-4 Petur Knudsen (Steffan Løkin)

Leygardagin 20. apríl
KÍ - B68 3-0 (2-0)
38' 1-0 Páll Andrasson Klettskarð (Dan í Soylu)
45+' 2-0 Páll Andrasson Klettskarð (Issah Ahmed Latif)
55' 3-0 Pætur Petersen (Jóannes Kalsø Danielsen)

Fríggjadagin 19. apríl
HB - EB/Streymur 2-1 (0-0)

59' 0-1 Filip Djordjevic (br.)
64' Áki Samuelsen (br.)
82' Áki Samuelsen (Hanus Sørensen)

Støðan í Betri deildini hjá monnum

1. Víkingur 18 stig
2. HB 15 stig
3. KÍ 12 stig
4. NSÍ 12 stig
5. 07 Vestur 11 stig
6. B36 10 stig
7. EB/Streymur 4 stig
8. Skála ÍF 4 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig

Sjeynda umfar í Betri deildini verður spælt mánakvøldið og týskvøldið:

Mánadagin 29. apríl kl. 18: 07 Vestur - HB
Mánadagin 29. apríl kl. 18: B36 - ÍF
Mánadagin 29. apríl kl. 19: Skála ÍF - B68
Mánadagin 29. apríl kl. 19: NSÍ - Víkingur

Týsdagin 30. apríl kl. 18: EB/Streymur - KÍ

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2024

46 Leygardagur 27. apríl 2024

Jákup Martin tekur yvir í Fuglafirði

Fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi og HB skal lyfta ÍF. Hetta saman við Ólavi Larsen sum aftur er í toyminum kring besta liðið hjá barndómsfelagnum

Avtalur eru gjørdar fyri restina av 2024. Her síggjast Ólavur Larsen (t.v.), Jákup Martin Joensen (t.h.) og Hjalti Lundsbjerg, næstformaður (Mynd: ÍF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað sum gitingar hava verið um seinastu tíðina - síðani samstarvi millum Aleksandar Jovevic, Bartal Eliasen og ÍF endaði - er nú veruleiki: Jákup Martin Joensen verður nýggjur høvuðsvenjari hjá ÍF. Hetta váttaði ÍF mikukvøldið. 

47-ára gamli eiðismaðurin var í fýra ár høvuðsvenjari hjá EB/Streymi. Eitt sindur inn í kappingarárið í fjør tók hann yvir í HB, sum Jákup Martin leiddi til steypagull.

Afturat honum verður ein kendur maður í felagnum, Ólavur Larsen. Liðið liggur í løtuni aftast við Betrideildini við ongum stigi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2024

47 Leygardagur 27. apríl 2024

Mattias aftur á vikuliðnum í Nordic Bet deildini

Føroyski landsliðsmálverjin er fastur fúsur hjá Fredericia, sum síðsta vikuskifti vann í Hobro

Mattias Lamhauge hevur einaferð áður verið á vikuliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mattias Lamhauge gjørdist beinanvegin fastur fúsur í málinum hjá Fredericia eftir skiftið frá B36 í vetur. Havnarmaðurin hevur spælt allar tíggju kappingardystirnar fyri Fredericia, og leygardagin var tað í Hobro.

Har lat hann ikki mál inn fyrrenn í 89. minutti, og tað kundi Mattias einki gera við. Talan var um sjálvmál.

Hetta var til 1-2, og Fredericia fór avstað við við teimum trimum stigunum.

Mattias Lamhauge er skrásettur fyri fimm bjargingar í dystinum og fyri sítt samlaða avrik, varð 24-ára gamli føroyski landsliðsmálverjin valdur til vikunar lið í næstbestu donsku deldini.

Hetta er aðru ferð í vár. Adrian Rúnason Justinussen hevur eisini verið fleiri ferðir millum teir bestu. Hann hevði heili níggju málstig sínar fyrstu fimm dystir - seinastu tríggjar dystirnar hevur Adrian tó ikki verið við í nøkrum málum, og Hillerød hevur ikki vunnið.

Fredericia liggur á 3. plássi men megnar ikki at bjóða av um uppflyting, tí bæði AaB og Sønderjyske eru 15 stig frammanfyri, nú seks umfør eru eftir í NordicBet deildini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2024

48 Leygardagur 27. apríl 2024

2. FM-finalan: KÍF vann á nærum ótrúligan hátt

H71 var á odda við tveimum málum, tá 80 sekund vóru eftir, men so vendist. Milenko kastaði bóltin í netið í allarseinastu sekundunum, og so er 1-1 í finalurøðini. Triðja finalan verður í Hoyvík í kvøld

Dramatiski dysturin í Kollafirði endaði við, at Milenko Jelkan kastaði bóltin í tóma málið hjá H71 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Onnur FM-finalan í Burn-deildini mikukvøldið gjørdist ein sannur gysari, sum endaði við at málverjin hjá KÍF skoraði til 24-23 og javnaði til 1-1 í dystum.

Heimaliðið hevði tamarhald á tí ein góðan part av fyrra hálvleiki, har serliga 20-ára gamli høgri vongurin Bárður Dam og royndi bakkurin, Rasmus Søby, stóðu fyri málinum. Í verjupartinum vóru Tony Hammer Weyhe, Tóki Fríðriksson, Eyðbjørn Danielsen og hinir vóru eirindaleysur ofta, tá hoyvíkingarnir komu ímóti, og Milenko Jelkan tók nógv frá serliga vongplássunum.

[object Object]
Bárður Dam fer úr spískum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað var 14-11 í steðginum, men leiðslan hjá heimaliðnum hvarv skjótt í 2. hálvleiki. H71 hevði loyst nøkur ting, skoraði betri - millum annað kom Bogi Hansen í gongd - og KÍF hevði heldur ilt við at halda Ísaki Vedelsbøl; íhvussu er lógliga.

Torstein Sivertsen og hoyvíksmúrurin frammanfyri seg var sterkur, og í løtum var leiðslan hjá H71 uppi á trimum málum.

Tá 80 sekund vóru eftir var 21-23. Men so sást at H71-liðið framvegis er ungt, og at Bogi sat uttanfyri við útvísingum. Fríði Weyhe skoraði við góðum langskoti, H71 blakaði bóltin burtur í álopinum, og so javnanði blaðungi Tóki Fríðriksson trygt av strikuni.

13 sekund eftir, leikbrá til útiliðið, men í álopinum miseydnaðist at spæla inn til Ísak á strikuni. Milenko fekk bóltin í hendurnar, mótstøðumálið var tómt, av tí at H71 hevði útvísing og hevði lopið á við seks monnum. Bólturin rakti jørðina á vegnum, Torstein kom sprintandi inn og øll í larmandi høllin ivóru meira friðarlig og hildu nærum ondini...til eitt brøl kom frá Reyða Múrinum og øllum í reyðum.

[object Object]

[object Object]Myndir: Jens Kr. Vang

Sí fleiri myndir her

KÍF hevði vent tí á ótrúliga hátt, og hetta merkiskt sjálvandi í høllini. Nú er javnvág í finalurøðini. Neyðugt er at vinna tríggjar dystir fyri at gerast FM-vinnari, so vit skulu hava minst tvær FM-finalur afturat. Finala nummar trý verður spæld í Hoyvík í kvøld klokkan 19.

Onnur FM-finalan í Burn-deildini
Høllin í Kollafirði, mikudagin 24. apríl
KÍF-H71 24-23 (14-11)

Toppskjútti: Rasmus Søby 8 mál

[object Object]
Rasmus Søby skoraði átta mál fyri KÍF (Mynd: Jens Kr. Vang)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2024

49 Leygardagur 27. apríl 2024

1. FM-finala: H71 hevur nú fyrimunin

KÍF megnaði ikki at steðga Boga Hansen og hinum, og í 2. hálvleiki í Hoyvík skoraði útiliðið ikki nóg nógv mál. Tað endaði 31-28 í fyrstu finaluni

Bogi Hansen í seinnu hálvfinaluni móti Kyndli. 21-ára gamli høgri bakkurin hjá H71 skoraði 13 mál fyrsta finaludystinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nógvur larmur, nógvur spenningur og nógvur inntensitetur. Soleiðis skal tað vera til FM-finalur, og soleiðis var tað sanniliga í Hoyvík sunnukvøldið. Kollfirðingar vitjaðu, og skuldu teir ríða á bylgini frá sigrunum á VÍF og Neistanum. Reyði Múrurin gjørdi sítt, og KÍF var væl við størsta partin av dystinum. Tað vóru tó ungu hoyvíkingarnir, ið drógu longra stráðið.

Í fyrra hálvleiki eydnaðist álopsparturin hjá gestunum væl. KÍF var uttan Hans Eli Sigurbjørnsson (til skips), men Fríði Weyhe og Rasmus Søby skoraðu fleiri langskot. Tað eydnaðist eisini væl hjá Bárði Dam - av høgra vongi, í yvirgongd og við brotskøstum, og Tóki Fríðriksson spældi væl á strikuni.

H71 rann aftaná so at siga allan 1. hálvleik, men kvika álopsspælið hjá heimaliðnum hekk eisini væl saman, og tað var 16-17 í steðginum. 

Bæði liðini høvdu helst hugt upp á verjupartin í steðginum, og tað gekk væl at rætta uppá ymiskt har, tí bæði liðini høvdu langar løtur uttan at skora fyrra helming av 2. hálvleiki. H71 fann tó betri rútmuna aftur, og helst gekk orkan hjá KÍF (spældu harðan dyst hóskvøldið og spældu heldur smalt) eitt sindur undan.

Greiði toppskjúttin í dystinum var Bogi Hansen, og tá hann skoraði trý mál á rað beint eftir miðjan 2. hálvleik, fór støðan frá 21-21 til 24-21. Høgri bakkurin skoraði heili 13 mál - hann var millum annað tryggur við brotskasti sjey ferðir. Ísak Vedelsbøl var eisini ringur at halda á strikuni: Hann skoraði sjey ferðir og vann eisini liði sínum fleiri brotskøst.

Fyrsta FM-finalan í Burn-deildini
Sunnudagin 21. apríl í Hoyvíkshøllini
H71 - KÍF 31-28 (16-17)

Toppskjúttar:
Bogi Hansen 13 mál, Ísak Vedelsbøl 7 mál og Sveinur Olafsson 6 mál
Fríði Weyhe 7 mál, Bárður Dam 6 mál


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2024

50 Leygardagur 27. apríl 2024

StÍF í FM-finalunum eftir sannførandi 2. hálvleik

Neistin var omaná fyri steðgin, men síðani tóku Natasja Hammer, Momoko Debes og hinar fullkomiliga yvir. StÍF skal nú royna at koppa Kyndli í finalunum

Eingin megnaði at steðga Natasju Hammer í serliga 2. hálvleiki. Hon skoraði 12 mál, umframt at 21-ára gamli bakspælarin fangaði nógvir bóltar (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í 2021 tók StÍF tey flestu í føroyska hondbóltsheiminum á bóli, tá liðið vann FM. Hetta var fyrsta føroyameistaraheitið hjá kvinnuliði felagsins, og nakað nærum gandakent var yvir hesi tíðini við Skálafjørðin fyri trimum árum síðani.

Tá vann StÍF á Neistanum í finalurøðini, og farna leygardag hevði StÍF møguleika at tryggja sær eitt nýtt finalupláss við at vinna júst á Neistanum. Sigurin mikukvøldið í fyrstu hálvfinaluni gjørdi, at tað var dystarbóltur á Hálsi, og honum loftaði StÍF.

Sí eisini myndir frá dystinum

Neistin var betri í 1. hálvleiki

Fyrstu løtuna bendi ikki nógv á, at hetta fór at verða dagurin hjá StÍF. Lítið riggaði, og Neistin var omaná á so at siga øllum økjum. Verjan var stinn, og álopsspælið gekk skjótt. Anna Sigrunardóttir Mikkelsen spældi ógvuliga væl í bakketuni í 1. hálvleiki, og heimaliðið hevði eina leiðslu á 3-4 mál so at siga allan vegin.

Leikferðin var ógvuliga høg partar av hálvleikinum, og tað hevði við sær fleiri tekniskar villur hjá báðum. Neistin hevði nakrar møguleikar at økja meira um leiðsluna, men tók ikki av, og hjá StÍF hjálpti tað, at man fekk gongd á fyrstu bylgjuna/skjótálop. Tað hevði heimaliðið tikið burtur fyrsta partin. Annars brendi StÍF ov illa - Yui Shibuya átti nakrar góðar bjargingar.

[object Object]
Bjørk Joensen roynir at verja fyri Báru Berg, ið hevði nógvar góðar atgerðir. Bjørk gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við seks málum (Mynd: Sverri Egholm)

Eldur í Natasju - alt vendist

Støðan í steðginum var 16-13, og tað sigur so mikið, at Neistin ikki hevði trupulleikar við at gera mál í 1. hálvleiki. Tað eydnaðist millum annað fleiri ferðir væl at koma ígjøgnum á uttaru síðu. Momoko Debes fekk ikki ordliga fatur á í málinum, men sum fyri hálvleikur leið fekk StÍF-verjan betri tamarhald á.

Tað gingu heili tíggju minuttir eftir steðgin, til Neistin fekk sítt fyrsta mál. Einki eydnaðist, StÍF vann allar nærdystirnar í verjuni, og fyritreytirnar hjá Momoko vóru góðar. Samstundis koyrdi álopið bara, har Natasja Hammer var framúrskarandi, og eftir 40 minuttir var StÍF trý mál frammanfyri. 

Harvið vent við seks málum uppá 10 minuttir, og fyrsta korterið eftir steðgin vann StÍF 10-2. Í sambandi við bæði hesi málini hjá Neistanum skoraði StÍF innanfyri nøkur fá sekund, og tað eydnaðist ikki at fáa tamarhald á skjótu og effektivu fyrstu bylgjuna hjá StÍF ella á Natasju, sum skoraði 12 mál og klárt var dagsins spælari. Hetta hóast pápi hennara, høvuðsvenjari Neistans, Finnur Hansson, royndi við millum annað mansverju.

[object Object]
Natasja Hammer í atsókn - hon var ógvuliga eyðsýnd í hálvfinaluni (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Momoko Debes (fyrr Nakamura) var ein lykil í FM-heitinum hjá StÍF í 2021. Japanski málverjin hevði fleiri stórar bjargingar eftir steðgin og var við til at syrgja fyri, at tað ikki gjørdist heilt spennandi út á 2. hálvleik (Mynd: Sverri Egholm)

Finnur Hansson gav boð um 7 ímóti 6 spæl, og tað fekk nakað av spenningi í, men Neistin kom ikki nærri enn minus 2 mál aftur. Tær allarflestu hjá Neistanum liggja um 20 ár, missurin av skaddu Mariu Pálsdóttir Nólsoy sást aftur, og átta mál í einum hálvleiki er ikki nóg mikið, um ein vil í FM-finalurnar.

Tað skal StÍF, og tað kundu allir teir larmandi áskoðarnir, ið vóru komnir við ígjøgnum tunnilin fegnast um. Stranda Ítróttarfelag hevur satsað eitt sindur á kvinnusíðuni: Tveir japanskir og tveir danskir spælarar eru í hópinum, og Natasja Hammer er landsliðsspælarii, sum kom beinleiðis úr bestu íslendsku deildini.

Nú skal hon í gongd við at spæla FM-finalur móti sínum gamla felagi, Kyndli. Tær grønu úr Havn vunnu henda dagin við heili tíggju málum á VÍF og eru favorittar í finalurøðini.

Seinnu FM-hálvfinalurnar
Leygardagin 21.04 í Høllini á Hálsi

Neistin - StÍF 24-29 (16-13)
Toppskjúttar: Natasja Hammer 12 mál, Bjørk Franksdóttir Joensen 6 mál

Kyndil  - VÍF 36-26 (17-11)
Toppskjúttar: Bára K. Hansen, Turið A. Samuelsen, Fríða N. Olsen 7 mál

Myndir: Kyndil - KÍF

[object Object]Turið Arge Samuelsen og hinar í Kyndli spældu seg trygt í FM-finalurnar við stórsigri á VÍF (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsta FM-finalan verður í morgin

FM-finalurøðin hjá monnunum er farin í gongd, men hjá kvinnunum byrja finalurnar ikki fyrr enn í morgin.

Tað liðið, sum fyrst hevur vunnið tríggjar dystir, er Føroyameistari.

Kyndil hevur fyrimun av heimavølli í fyrsta dystinum, sum verður í Høllini á Hálsi í morgin, sunnudagin 28. apríl kl. 17.

Onnur finalan verður verður á Skála mikukvøldið 1. mai kl. 18.

Triðja finalan verður leygardagin 4. mai. Er neyðugt við fleiri finaludystum, verður tann fjórði týskvøldið 7. mai og tann fimti leygardagin 11. mai.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2024

51 Leygardagur 27. apríl 2024

Tróndur tøkur aftur

23-ára gamli bakspælarin hevur verið darvaður av skaða í knænum seinasta mánaðin. Tróndur Mikkelsen er við aftur í Kristiansand-hópinum, og kann eftir øllum at døma spæla HM-dystirnar

Tróndur Mikkelsen undir EM-endaspælinum í Berlin. Tá var havnarmaðurin darvaður av økslini - síðani hevur hann næstan ikki spælt vegna knæskaða (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Farna fríggjadag varð føroyski hópurin til HM play-off dystirnar móti Norðurmakedónia 8. mai og 12. mai úttikin. 

Ein av teimum úttiknu er Tróndur Mikkelsen. 23-ára gamli havnarmaðurin hevur annars so at siga ikki spælt síðani EM-endaspælið í januar. Tá fekk vinstri bakkurin ikki veruliga skotið vegna trupulleikar í høgru øksl. Tó kundi Tróndur koma við stórum verjuinnsatsi - serliga móti Noreg.

Seinastu mánaðirnar hevur talan verið um knæskaða hjá Kristiansand-spælaranum. Nú eru tó góð tíðindi úr Noregi:

- Knæið hevur darvað meg seinastu tíðini, og tað hevur verið eitt slag av kapprenning, í mun til at verða klárur til dystirnar móti Norðurmakedónia. Nú havi eg fingið grønt ljós frá fysioterapeutinum, og so fái eg hesar dystirnar um upp-og niðurflyting við. Tað er deiligt og umráðandi at fáa kappingardystir í beinini áðrenn HM-dystirnar.

Hetta sigur Tróndur Mikkelsen við Portalin. Havnarmaðurin er greiður: Um alt gongst sum ætlað verður hann heilt klárur til avgerandi HM-dystirnar.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tróndur Mikkelsen hevur spælt heilt nógv undir Peter Bredsdorff-Larsen. Vinstri bakkurin hevur millum annað stóran týdning sum 2'ari í verjuni hjá landsliðnum.

Hann viðgongur, at skotarmurin ikki er heilt góður enn, men at framstig eru, og at hetta helst fer at ganga uppaftur skjótari, tá dystarformurin kemur.

Liðfelagin hjá Tróndi í Noreg, Bjarni í Selvindi, er úttikin sum eyka bakkur. Hetta millum annað tí at júst Tróndur Mikkelsen hevur okkurt at dragast við.

Av teimum føstu A-landsliðsspælarunum er Rói Berg Hansen ikki tøkur vegna skaða. Pauli Jacobsen er byrjaður at venja aftur eftir ógvusliga skaðan í eyganum. Elias Ellefsen á Skipagøtu fór út eftir ein stoyt og pínu í knæðið í dysti í Berlin sunnudagin.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)
Eyka: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)
Eyka: Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Vengur:
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2024

52 Leygardagur 27. apríl 2024

Flensburg-Handewitt setti Sävehof uppá pláss

Heimaliðið skoraði 30 mál - Óli Mittún seks teirra - men tað var ikki nóg mikið til at fáa spenning móti Bundesliga-liðnum

Óli Mittún í atsókn. Havnarmaðurin í Flensburg-Handewitt, Jóhan á Plógv, varð spardur í Svøríki (Mynd: Agnar Prestá)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Partille, Svøríki (Portalurin): Í síðsta umfari feldi Sävehof Hannover-Burgdorf úr Bundesliguni við einum serliga framúr avriki heima í Partille. Í fyrru fjórðingsfinaluni í European League var Flensburg-Handewitt tó ein alt ov stórur biti. Týska stórfelagið spældi við fullum útblástri, og var fysiskt fullkomiliga omaná. Stóri munurin á ellivu mál ger, at uppgerðin er so at siga heilt avgjørd áðrenn seinna dystin í komandi viku.

IK Sävehof megnaði annars at fylgja við fyrstu løtuna. Hetta tí at tað eydnaðist at skora uppá flestu álopini. Har var Óli Mittún umráðandi. 18-ára gamli føroyingurin hevði næstseinastu ella seinastu hond á teimum fimm fyrstu málunum hjá heimaliðnum, og eftir 11 minuttir var 5-6.

Simon Möller hevði eisini havt tvær bjargingar tá, men so gekk skjótt niðureftir hjá teimum í gulum og svørtum. Tað var eyðsæð beinanvegin, at Flensburg – við millum annað Jim Gottfridsson og Lasse Møller í bakketuni – als ikki hevði trupulleikar at spæla seg til góðar málmøguleikar. Sterku strikuspælararnir Johannes Golla og Lukas Jørgensen vóru tryggir í dag og Emil Jakobsen á vinstra vongi varð toppskjútti við 9 málum.

Á hinum vonginum er Jóhan á Plógv Hansen vanliga fyrsta val, men í hesum dystinum fekk norðmaðurin Aksel Horgen møguleikan. Havnarmaðurin sat á bonkinum allar 60 minuttirnar, og sá sínar liðfelagar koyra á. Tað var sum oftast ógvuliga effektivt, og munurin fór upp um fimm mál, beint eftir at farið var undir seinna helming av fyrra hálvleiki.

Flensburg skoraði heili 22 ferðir í fyrra hálvleiki. Sävehof hevði tað í løtum heilt tungt í álopinum eisini. 7 ímóti 6 hjálpti eitt sindur uppá tað. Óli fekk ikki heilt sett trýst á við síni ferð sum fyrri hálvleikur leið – Golla og hinir stóðu væl. Hoyvíkingurin spældi eisini bert tvey álop í yvirtali fyrstu tíggju minuttirnar av 2. hálvleiki. Hann tyktiskt at hava tørv á longri hvíld, og kom eisini væl inn við trimum málum innan stutta tíð: Einum góðum skoti, einum hepnum brotskasti móti Kevin Møller og einum frekum skrúvara.

Sävehof fekk meira gongd í álopið hesa løtuna og royndi at syrgja fyri at tapið ikki gjørdist ov ljótt. Eina løtu minkaði munurin, men so tykiskt orkan at ganga undan hjá teimum á heimaliðnum.

Liðini spæla seinna dystin í Flensburg týskvøldið 30. apríl. 

European League - fyrru fjórðingsfinalur við føroyingum
Mikudagin 23. apríl

IK Sävehof - Flensburg-Handewitt 30-41 (14-22)

Toppskjúttar: 
Emil Jakobsen 9 mál, Johannes Golla 7 mál, Lasse Møller 6 mál
Emil Berlin 6 mál, Óli Mittún 6 mál (fimm upplegg)

Áskoðaratal: 4.400

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2024

53 Leygardagur 27. apríl 2024

- Hetta var eitt heilt annað støði

Teirra fysikkur og hondbóltsgóðska, umframt týdningurin av dystinum, gjørdu munin, staðfesti Óli Mittún fyri Portalinum í Partille. Sävehof tapti 41-30 fyri Flensburg

- At spæla ímóti einum slíkum liði við so stórum stjørnum er sjálvandi mennandi og stuttligt. Og man sær hvussu nógv hesin dysturin merkti fyri teir (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Partille, Svøríki (Portalurin): Tað var ein troyttur Óli Mittún, sum kom spákandi frá skiftingarrúminum hjá Sävehof yvir í "Mixed Zone" í Partille Arena. Hann og liðfelagirnir høvdu júst tapt 41-30 móti týska stórfelagnum Flensburg-Handewitt.

- Hetta er eitt heilt annað støði, enn hvat vit eru vanir við. Man skal brúka 100 prosent megi fyri at sleppa framvið bara einaferð. Tað er rættiliga strævið, og so kemur Emil Jakobsen eisini rennandi í kontra við 100 km/t.

Ungi hoyvíkingurin viðurkennir, at her var svenska liðið við undirlutan fysiskt. Hondbóltsevnunum hjá týsku, donsku, slovensku og svensku landsliðsspælarunum hinumegin biltu heldur einki, og at eitt ávíst trýst var á favorittunum úr Flensburg, helt Óli vera eyðsæð.

- Fysikkurin hjá teimum var ein stór avbjóðing. Hannover, sum vit vunnu á her kortsíðani, hava líknandi fysikk, men bara ikki líka góðar hondbóltsspælarar. Her er nógv góðska. Teir hoppa heldur ikki bara upp og skjóta men spæla væl. Hetta er kanska ein av heimsins bestu liðnum, sjálvt um teir ikki hava havt eitt gott kappingarár. Flensburg hevur sum so bara European League at spæla um nú, og um teir ikki høvdu vunnið nú, so hevði liðið og venjarin verið trýst. Eitt sindur ein alt-ella-einki uppgerð fyri teir og tað sá man.

Óli Mittún er tó greiðir yvir, at slíkir dystir kunnu geva honum og liðnum nógv:

- Fyri tað fyrsta er tað stuttligt at spæla frammanfyri einari fullari høll. Tað hava vit ongantíð roynt fyrr. Og so ímóti einum slíkum liði við so stórum stjørnum er sjálvandi mennandi og stuttligt. Og aftur: Man sær hvussu nógv hesin dysturin merkti fyri teir.

At hvirluvindurin úr Hoyvík fer at spæla á hægri stigi enn IK Sävehof einaferð, er helst øllum, sum hava fylgt honum eitt sindur seinastu árini, greitt. Vit spurdu hann eftir dystin móti Bundesliga-liðnum í kvøld um, til ber at siga nakað um nær hetta kann væntast at henda. Óli smíltist eitt sindur og staðfesti, at tað er ikki heilt í tonkunum nú. Hann hevur tvey ár eftir av sáttmálanum: Kann enda við at hann spælir her til 2026, og kann henda seg, at eitt skifti kemur áðrenn. 

Óli Mittún gjørdist javnsettur toppskjútti hjá sínum liði og legði eisini upp til nógv mál

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2024

54 Leygardagur 27. apríl 2024

Bjarni skiftir til Val

21-ára gamli skálamaðurin skiftir í summar úr norskum hondbólti til eitt av fremstu íslendsku feløgunum. Har spælir Allan Norðberg í løtuni - felagið í Reykjavík og Bjarni í Selvindi hava gjørt tvey-ára sáttmála

Vinstri bakkurin við góða skotinum skal skjótt menna seg víðari í Vali. Hetta kappingarárið hevur Bjarni, sum er nær føroyska A-landsliðnum, spælt í bestu norsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðsta summar skifti Bjarni í Selvindi kendu umstøðurnar í StÍF út við Kristiansand og norskan hondbólt.

Evnini vóru eyðsæð við avrikunum í Betrideildini og eisini á U-landsliðum, og eftir nakað av tíð við skaðum og tilvenjing, hevur Bjarni í Selvindi av álvara gjørt bart í seinnu hálvu í Noreg. Millum annað var 21-ára gamli føroyingurin á mánaðarliðnum fyri mars.

Bakkurin hevur skorað nógv mál og lagt upp til nógv eisini, og í løtuni spælir hann týðandi leiklut í at halda Kristiansand í bestu norsku deildini.

Tað hevur tó verið greitt í eina tíð, at Bjarni í Selvindi skuldi víðari, og hósdagin kunngjørdi íslendska felagið Valur, at felagið hevur gjørt sáttmála við skálamannin.

Í íslendska stórfelagnum síggja tey fram til, at spælarin, ið er kring føroyska A-landsliðið, kemur til Reykjavíkar at spæla. Vónin er, at Bjarni blómar víðari í Vali, sum er íslendskur steypavinnari, er við í meistarastríðum og hevur annað beinið í European Cup-finaluni.

Allan Norðberg, ið eins og Bjarni er uppvaksin í StÍF, hevur spælt við Vali hetta kappingarárið. 30-ára gamli høgri vongurin hevur eisini sáttmála við liðið fyri 2025/2025.

Bjarni í Selvindi og Valur hava gjørt sáttmála sum er galdandi til summarið 2026. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2024

55 Leygardagur 27. apríl 2024

Fleyr vann á Drátti í fimmsettara í fyrru FM-finaluni

Føroya Tele-deildin, kvinnur: Fyrra FM-finalan Dráttur – Fleyr 2-3 (18-25, 23-25, 25-17, 25-23, 9-15)

Fleyr-kvinnurnar fegnast eftir sigurin í fyrru FM-finaluni á Giljanesi í gjárkvøldið
SkrivaÐ:

Innsent

Eftir at hava tapt tey bæði fyrstu settini, kom Dráttur afturíaftur og javnaði til 2-2 í settum, men í javnbrótaranum gjørdi Fleyr bart og vann 15-9.

Fleyr fekk fína byrjan upp á dystin, sum varð spældur á Giljanesi, og legði seg á odda 4-0 í fyrsta setti, men Dráttur javnaði til 7-7 og fór framum 10-7. Fleyr mentist tó aftur og fór framumaftur 15-11 og megnaði at halda frástøðuna og vinna settið 25-19. Í avgerandi løtum megnaði blokkurin hjá Fleyr at steðga Terezu Kerpčarová, og settbóltin vann Heidi Christiansen við blokki.

Í øðrum setti vann Dráttur seg framum 14-9, men við fimm stigum á rað legði Fleyr seg á odda 16-15, og megnaði akkurát at halda seg frammanfyri restina av settinum.

Í triðja setti hevði Fleyr júst fingið um endan aftur, eftir at Dráttur hevði verið frammanfyri 6-3, men við sjey stigum á rað dró Dráttur frá og legði seg framum 14-6, og so beið ikki bøtur hjá Fleyr.

Í fjórða setti hevði Dráttur leingi yvirvág, men Fleyr kom í góða støðu og var á odda 23-21. Dráttur helt tó høvdið kalt og vann fýra stig á rað og settið 25-23.

Fyrstu løtuna í javnbrótaranum skiftust liðini um at fáa stig, men eftir 4-4 gjørdi Fleyr eitt skarvslop og fór framum 11-4, eftir at Anja Danielsen hevði lagt trýst á við góðum servum. Dráttur nærkaðist nakað, men munurin var ov stórur, og seinasta smassjinum frá Hannu A. Jacobsen fekk Dráttur ikki bilbugt við, og so hevði Fleyr vunnið fyrra finaludystin 3-2.

Seinna finalan verður í Høllini á Hálsi í dag kl. 15. Vinnur Fleyr, so er Fleyr føroyameistari. Vinnur Dráttur hinvegin, so verður føroyameistaraheitið avgjørt við gullsetti, sum gongur upp í 15.

Hagtølini siga, at síðan farið varð undir at spæla FM-finalur í 2010, hevur tað altíð verið liðið, sum vann fyrsta dystin, sum er vorðið føroyameistari. Verður tað øðrvísi í ár?


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2024

56 Leygardagur 27. apríl 2024

Fleyr tryggjaði sær finaluplássið

Seinasta umfar í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum varð spælt leygardagin, og hjá Fleyr snúði tað seg um at vinna sær eitt stig ímóti Ternuni, tí so var finaluplássið ímóti Drátti tryggjað

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroya Tele-deildin, kvinnur:

Seinasta umfar í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum varð spælt leygardagin, og hjá Fleyr galt um at vinna sær eitt stig ímóti Ternuni, tí so var finaluplássið ímóti Drátti tryggjað. SÍ hevði framvegis teoretiskan møguleika at fáa finaluplássið, men so skuldi Fleyr einki stig fáa ímóti Ternuni, og haraftrat skuldi SÍ eisini vinna á Mjølni.

Ternan – Fleyr 0-3 (16-25, 22-25, 20-25)
Fleyr fekk flúgvandi byrjan á Toftum og legði seg á odda 9-3, áðrenn settið varð vunnið 25-16, men eitt sindur av fjáltri kom tó á Fleyr í øðrum setti, tá Ternan beit frá sær og fór framum 12-10 og 14-11. Javnt var eisini við støðuna 21-21, tá Fleyr vann avgerandi bóltarnar og settið 25-22. Við hesum hevði Fleyr tryggjað sær í minsta lagið eitt stig fyri dystin, og harvið var eisini finaluplássið tryggjað.

Í triðja setti var Ternan aftur væl við og var á odda 10-9, áðrenn Fleyr so við og við sleit seg leyst og vann 25-20.

Mjølnir – SÍ 3-1 (25-20, 24-26, 25-19, 25-22)
Kanska trúði SÍ ikki veruliga upp á møguleikan, at Ternan fór at vinna á Fleyr. Tó skal vera ósagt, um tað var orsøkin til, at SÍ tapti fyri Mjølni.

Eftir at Mjølnir hevði verið greitt á odda javnaði SÍ til 9-9 og 15-15, men Mjølnir var stinnari og vann fyrsta settið 25-20.

Í øðrum setti var SÍ leingi frammanfyri, men Mjølnir javnaði til til 18-18 og fór eisini framum 23-19. SÍ mentist tó aftur og vann 26-24.

Tá var kortini greitt, at Fleyr hevði fingið sítt neyðuga stig í Klaksvík, og tí eisini finaluplássið. Hetta sá tó ikki út til at ávirka SÍ, sum legði seg á odda 16-9 og 11-18 í triðja setti, men við 10! stigum á rað vendi Mjølnir øllum á høvdið og fór framum 21-18 og vann vann settið 25-19.

SÍ var á odda fyrstu løtuna í fjórða setti, men Mjølnir javnaði til 9-9 og legði seg greitt á odda 19-12 og 23-14, . Hóast SÍ kom væl afturíaftur móti endanum við sjey stigum á rað, so megnaði Dráttur at vinna settið 25-22.

SÍ fekk eftir dystin handað bronsumerki, fyri at gerast nr. 3 í kappingini.

KÍF – TB 2-3 (20-25, 25-12, 25-22, 17-25, 16-18)
Formkurvan hjá báðum liðunum hevur seinastu tíðina gingið beint uppeftir, og úrslitini hjá báðum liðum hava havt stóra ávirkan á stríðið um finaluplássið millum Fleyr og SÍ, og tí var hóskandi við einum klassiskum fimmsettara at enda kappingarárið við.

KÍF legði seg á odda 4-0 í javnbrótaranum, men TB javnaði til 5-5 og legði seg á odda 10-7. TB helt seg frammanfyri og fekk tríggjar dystarbóltar við støðuna 14-11, men KÍF stóð ímóti trýstinum og fekk sjálvt dystarbólt við støðuna 15-14. TB yvirlivdi tó og fekk aftur dystarbólt við 16-15, men KÍF hóraði aftur undan. Men TB fekk aftur møguleikan við 17-16, og tá eydnaðist, og TB vann sostatt 15-15 og dystin 3-2. Hetta var áttandi dystur á rað, at TB vann stig.

Fyri KÍF merkir eina stigið, at kollfirðingar akkurát megna at halda seg framman fyri Mjølnir á stigatalvuni. Bæði hava 22 stig, men KÍF hevur betri settmun.

Endaliga støðan í Føroya Teildini við kvinnum gjørdist tann, at Dráttur fekk 45 stig, Fleyr 37, SÍ 32, TB 30, KÍF 22, Mjølnir 22 og Ternan 1 stig.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2024

57 Leygardagur 27. apríl 2024

Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-finaluni

Føroyameistaraheitið verður avgjørt í Høllini á Hálsi í kvøld

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroya Tele-deildin, menn:
Fyrra hálvfinalan:
Mjølnir - SÍ (25-21, 25-13, 25-23)

Líkt var til, at fyrra FM-finalan millum Mjølnir og SÍ fór at gerast rættiliga spennandi, tí púra javnt var í fyrsta setti - t.v.s. til 20-20, men so vann Mjølnir fýra stig á rað og settið 25-21, og eftir hetta sást hvønn veg tað bar, tí í øðrum setti var SÍ púra fyri ongum, og Mjølnir vann lættliga 25-13.

Nakað av spenningi kom í aftur í triðja setti, tá SÍ var á odda 11-9, men løtan var stokkut, tí seks bóltar seinni var Mjølnir frammanfyri 15-11. SÍ gjørdi ein vørr og javnaði til 19-19, 20-20 og 22-22, men kom ongantíð framum, og so var tað ístaðin Mjølnir sum vann 25-23.

Seinna finalan verður spæld í kvøld kl. 18 í Høllini á Hálsi. Vinnur Mjølnir - sama hvat settmunurin er - so er føroyameistaraheitið teirra. Vinnur SÍ - sama hvat settmunurin er - so verður føroyameistaraheitið avgjørt í gullsetti, sum gongur upp í 15.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. apríl 2024

58 Leygardagur 27. apríl 2024

Mjølnir vann dystin um heimavøllin

Leygardagin stóð slagið í Klaksvík um, hvør skuldi hava heimavøll í fyrru FM-finaluni

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroya Tele-deildin, menn:
Mjølnir - SÍ 3-0 (25-21, 25-20, 25-21)

Leygardagin stóð slagið í Klaksvík um, hvør skuldi hava heimavøll í fyrru FM-finaluni. Treytin fyri, at SÍ skuldi vinna sær heimavøll, var, at SÍ vann dystin 3-0. Øll onnur úrslit høvdu við sær, at Mjølnir fór at eiga heimavøll.

Eftir 7-7 í fyrsta setti vann Mjølir sær so líðandi yvirvág, og hóast SÍ minkaði um munin aftur til bara eitt stig, dró Mjølnir frá aftur og vann settið 25-21. - Og so var heimavøllurin í fyrru FM-finaluni tryggjaður.

Í øðrum setti sá út til, at SÍ fór at fáa ein rættiligan avsmurning, tá Mjølnir fór framum 15-7, men SÍ bardi seg innaftur í dystin og javnaði til 18-18. Gleðin var tó stokkut, tí Mjølnir dró frá aftur og vann 25-20.

Mjølnir var eisini stinnari í triðja setti, og eftir 12-12 fór at dragna millum liðini, og klaksvíkingar vunnu 25-21.

Úrslitið av grundspælinum í Føroya Tele-deildini hjá monnum gjørdist tann, at Mjølnir fekk 42 stig, SÍ 36, ÍF 22, Fleyr 20 og Ternan 0 stig.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2024

59 Leygardagur 27. apríl 2024

ÍF vann bronsuna

Føroya Tele-deildin, menn: ÍF – Ternan 3-0 (25-11, 25-16, 25-12)

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

ÍF tryggjaði sær farna fríggjakvøld bronsumerkini í FM-kappingini fyri menn í flogbólti við tryggum 3-0 sigri á Ternuni.

Undan dystinum var ÍF eitt stig aftan fyri Fleyr, sum klintraði upp á triðjaplássið við 3-1 sigri á júst ÍF undanfarna týsdag. Men ÍF hevði eitt skot eftir í byrsuni, og við sigri á Ternuni fór bronsan til Fuglafjarðar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 20. apríl 2024

60 Leygardagur 27. apríl 2024

Tvey donsk met og trý bronsuheiðursmerki í Herning

Vektlyfting: Julia Jacobsen kappaðist farna vikuskiftið í DM í Herning

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Julia Jacobsen kappaðist farna vikuskiftið í Danmarksmeistarakapping í vektlyfting í Herning. Málið við at luttaka í kappingini var at fáa eina góða uppliving, fáa nøkur góð góðkend lyft, og um alt gekk væl so kanska eitt bronsuheiðursmerki, men Julia gjørdi ikki mætari enn at vinna trý bronsuheiðursmerkir og seta tvey nýggj donsk junior met, skrivar Styrkifelagið Stoyt í tíðindaskrivi.

Í trekk røðini legði Julia út við 65 kilo. Hendan fyrsta royndin var sum luft fyri Juliu. Í sínu seinna roynd vóru 68 kilo á stongini, tað fekk Julia eisini upp um høvd. Tá ið lyftarin sum Julia var upp ímóti megnaði at lyfta 69 kilo, varð tað neyðugt hjá Juliu at taka 70 kilo í sínu triðju roynd fyri at tryggja sær bronsuheiðursmerkið. Julia lyfti 70 kilo til tað føroyska meistaraheitið í mars mánaði, so tað meinti venjari hennara, Pól Hendrikur Andreasen, at hon aftur fór at klára. So var. Julia lyfti 70 kilo í trekk, sum bæði gav henni eitt bronsuheiðursmerki og eitt danskt juniormet í trekk.

Í stoyt røðini var dysturin minst líka harður. Julia tók 82 kilo í síni fyrstu roynd, eitt lætt lyft fyri Juliu. Tá ið lyftarin, sum Julia lyfti ímóti, megnaði at lyfta 84 kilo í síni síðstu roynd vórðu 85 kilo neyðug fyri at fáa seinna bronsuheiursmerkið. Julia lyfti 85 kilo upp um høvd, men lyftið varð ikki góðkent vegna stem í øðrum alboganum.

Julia fekk tveir minuttir, áðrenn hon skuldi royna seg aftur. Í triðju og seinastu roynd fekk hon 85 kilo upp um høvd, og hesa ferð við strektum ørmum. Lyftið varð góðkent, og Julia gjørdist bronsuvinnari í stoyt og fekk av tí sama ein tveykamp á 155 kilo.

Tveykampurin gav henni eisini triðja bronsuheiðursmerkið, og afturat hesum fekk hon sítt seinna danska juniormet í tveykampinum á 155kilo. Hetta metið hevði staðið síðan 2019.

Eitt annað met, sum eisini hevði staðið síðan 2019 var juniormetið í stoyt - 86 kilo. Julia lyfti 87 kilo, eitt kilo yvir metið, men í einum lægri vektbólki, so tí taldi tað ikki.

Alt í alt var talan um eitt heilt fantastiskt vikuskifti hjá Juliu Jacobsen, skrivar Stoyt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. apríl 2024

61 Leygardagur 27. apríl 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

Farna leygardag vórðu seinastu dystirnir í føroyameistarakappingini fyri lið leiktir í Bridgehúsinum í Gundadali

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Liðið hjá Jóannes Mouritsen hevði undan seinastu tveimum dystunum vunnið sær eina lutfallsliga trygga leiðslu, og var avbjóðingin tískil at verja borg í seinastu umførunum.

Avgerðin fall longu í næstseinasta dystinum, tá liðið hjá Jóannes Mouritsen vann dystin móti liðnum hjá Dia & Kúllunum, sum endaðu á triðja plássi. Liðið hjá Byggitilfar vann sær annaðplássið.

Liðið hjá Jóannes Mouritsen mannaðu: Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg, Símun Lassaberg, Arne Mikkelsen og Bjarki Ellefsen.

Endaliga støðan í A-bólkinum í FM-kappingini fyri lið gjørdist hendan:

A-bólkur:
Jóannes Mouritsen, 99,33
Byggitilfar, 85,25
Dia & kúllarnir, 59,54
Rinkuhúsini, 25,88

B-bólkin vann liðið hjá Rútar 7, meðan liðið hjá Henriette Svenstrup spældu seg til eitt annaðpláss.

Endaliga støðan í B-bólkinum í FM-kappingini fyri lið gjørdist hendan:

B-bólkur:
Rútar 7, 147,93
Henriette Svenstrup, 125,74
Hallur Ellingsgaard, 113,40
Snekkjurnar, 99,57
Jassarnir, 96,19
Blandaði Bomm, 92,16


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. apríl 2024

62 Leygardagur 27. apríl 2024

Konfirmantar í Miðvágs kirkju sunnudagin

-

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Innsent

Konfirmantar í Miðvágs kirkju sunnudagin. Prestur er Marjun í Kálvalíð

Trygvi Várheim, Miðvágur. Dagurin verður hildin á Tvørgarðsgøtu 13 frá kl. 16.

Gunnar Lukas Jóhansson, í Gerðinum 7, Sørvágur. Opið hús frá kl. 16.

Hjalti Williamsson, á Sondum 2, Sandavágur. Opið hús frá kl. 16.

Hans Christian Gade Strømsten, Sørvágur. Dagurin verður hildin í Húsmóðrafelagshúsinum, Ovarivegur 8, frá kl. 16.

Alexander Eyðolvur Magnusson á Stongunum, undir Fobbakletti 18, Sandavágur. Opið hús frá kl. 16.

Rani Reginsson, Smæruteigur 15, Sandavágur. Opið hús frá kl. 16.

Liam Samuel Eystberg, Sandavágur. Dagurin verður hildin fyri innbodnum á Marknagilsvegi 82, Tórshavn.

Niklas Jóhannus Hammer Anda, Sandavágur. Opið hús í Meinigheitshúsinum Saron, frá kl. 16.

Nóa Eysteinsson í Løðu, Smiðjuvegur 14, Bøur. Opið hús frá kl. 16.

Elias Jansson, Ovarivegur 33, Sørvágur. Opið hús frá kl. 17.

Hjalti Hentze-Grønnebæk, Sørvágur. Dagurin verður hildin í Kirkjuhúsinum í Sørvági frá kl. 17.

Ári Hattarstein Mittún, Miðvágur. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Miðvági frá kl. 16.

Bára Magnussen, Traðarvegur 11, Sørvágur. Opið hús frá kl. 16.

Eva Falkvard Joensen, Svabosvegur 29, Miðvágur. Opið hús frá kl. 16.

Lovisa Caabay Nattestad, Mikkjalsgøta 10, Miðvágur. Opið hús frá kl. 16.

Guðrið Høgnadóttir Joensen, Sandavágur. Dagurin verður hildin í Vakstrarhúsinum frá kl 16.

Hjørdis Vang Joensen, í Fornanum 6, Sørvágur. Opið hús frá kl. 17.

Nicolina Aud í Soylu Selfoss, Sondum 3, Sandavágur. Opið hús frá kl. 17.

Annika Ravnsfjall, Smæruteigur 12, Sandavágur. Opið hús frá kl. 16.

Rebekka av Trøð Trondesen, Traðarvegur 29, Sørvágur. Opið hús frá kl. 17.

Ella Reinert á Plógvi, Sóljuteigur 10, Sandavágur. Opið hús frá kl. 16.30.

Natasja Emilia Reynskor, Hagagerði 21, Sørvágur. Opið hús frá kl. 15.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. apríl 2024

63 Leygardagur 27. apríl 2024

Konfirmantar í Kollafirði sunnudagin

-

 
SkrivaÐ:

Innsent

Sunnudagin 28. apríl kl. 11 verður konfirmatión í Kollafjarðar kirkju. Prestur er Maria Jørðdal Niclasen. Konfirmantarnir eru hesir

Ronja Elea Reginsdóttir Hansen. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum í Kollafirði frá kl. 14.

Poula Christiansen. Dagurin verður hildin í barnagarðinum millum Bóla, í Líðini 20 frá kl. 16. 

Jóhan Silas Juliansson, í Líðini 107. Vælkomst verður heima frá kl. 16.

Ari Schiller Jóannisson, á Oyrareingjum 102, Oyrareingir. Vælkomst heima frá kl. 16.

Hans Meinhard á Høgabóli, Norðuri í Sundum 45. Opið hús verður í ovaru hædd í bygdarhúsinum frá kl. 16.

Sirið Borum Davidsen. Dagurin verður hildin í niðaru hædd í bygdarhúsinum frá kl. 15.

Vár Dánjalsdóttir í Húsinum, Steinsgøta 11. Vælkomst verðurheima frá kl. 17.

Jastrid Johansen. Dagurin verður hildin í niðaru hæddini í bygdarhúsinum í Hósvík frá kl 16.

Ísakur Petursson Olsen, á Lygnnesi 6. Opið hús verður heima frá kl. 16.

Sóleyð Jørmundsdóttir Haraldsen, Norðuri í Sundum 65. Opið hús verður í Starvsfelagnum, J. H. Schrøtersgøta 9, Tórshavn frá kl. 17.

Jóhannis Ákason Hellisdal. Dagurin verður hildin á Skúlaheiminum við Marknagil frá kl. 15.

Rakul Madsen, Norðuri í Sundum 8. Dagurin verður hildin heima frá kl.15.

Maria Kristensa av Steinum, Steinsgøta 17. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16.

Rebekka Hammer, Líðin 45. Opið hús er frá kl. 17.

Erika Dimon við Neyst, Norðuri í Sundum 33. Vælkomst verður heima frá kl. 15.

Jonn Bjarni Petersen. Dagurin verður hildin saman við innbodnum/teimum nærmastu. Opið hús verður í mai/juni - Foreldrini kunna nærri um tað á sosialu miðlunum tá

Ørvar á Reynatúgvu. Dagurin verður hildin á Stoffalág 17, í húsunum hjá Føroya Arbeiðarafelag frá kl. 16.

Fríða á Dul, Signabøur. Dagurin verður hildin í Avhaldshúsinum í Vík frá kl 17.

Siri Sigmundsdóttir Tjaldrastein, Signabøur. Vælkomst verður í Frøishøllini í Kvívík frá kl 16.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. apríl 2024