Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 20. apríl 2024 | Nr. 16 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

KÍF knógvaði VÍF og spældi seg í FM-finalurnar

SíÐa 47

1 Leygardagur 20. apríl 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Leikhúskomedia

Ein margháttlig komedia um eitt leikhús er farin fram í miðlunum hesar seinastu dagarnar.

Tað byrjaði við, at havnanevndin í Tórshavnar kommunu – einmælt – havnaði umsóknini frá Landsverki um byggiloyvið til ætlaða tjóðleikhúsið á havnarlagnum við eystaru bryggju.

Tað kom óvæntað. Serliga tí tað segðist vera ein samd havnanevnd, og tað undarliga lá í, at býráðið annars hevur – einmælt – góðkend ætlanina um at byggja ætlaða tjóðleikhúsið á hesum stað.

So eydnaðist tað havnarnevndarformanninum, vóru vit nøkur, sum hugsaðu. Tí tað hevur verið greitt, at býráðslimurin, sum situr við borðendan í havnarnevndini, als ikki var glaður um at fáa tjóðleikhús innan fyri sítt núverandi virkisøki.

Hann segði tá ætlanin varð avdúkað, at hann ætlaði sær at arbeiða hart ímóti, at hon fór at gerast veruleiki.

Almenna frágreiðingin frá formanninum var tó, at ætlanin er broytt, so at hon nú fer at krevja tað tvífalda plássið í mun til upprunaligu uppskotið, og tað kundi havnarnevndin ikki standa modell til – tað fór av forða virkseminum í Tórshavnar havn, ‘lívsæðrin hjá høvuðsstaðnum’.

Og so mátti borgarstjórin og floksfelagin hjá havnarnevndarformanninum – á øðrum sinni – standa skúlarætt fyri almenninginum og fortelja fólkinum frá, at einki hald var í tí, sum kom frá hansara egnu havnarnevnd, tí tað er býráðið, sum hevur endaligu avgerðina, og at samtyktin í havnanevndini ikki fer at broyta nakað.

Tjóðleikarhúsið kemur, og tað skal vera á eystaru bryggju, vóru borgarstjóraboðini.

Spurningurin er nú, hvat henda komedia sigur okkum. Hvat er moralurin, og hvat kunnu vit læra av tí?

Okkurt bendir á, at okkurt er heilt galið við samskiftinum á Vaglinum. Kanska er tað eitt stríð um vald, sum herjar. Tað tykist eisini at vera okkurt slag av roynd at fáa sett borgarstjóran í ringt ljós. Vit kunnu eins væl vera ærlig. Trúðvirðið hjá sitandi borgarstjóra og býarkongi er ikki batnað hetta valskeiðið – tvørturímóti, og so er tað sagt.

Komedian fekk bein at ganga á, og onnur vildu sleppa at vera við, serliga tey, ið sóu ein møguleika fyri at fáa flutt tjóðleikhúsið burtur frá eystaru bryggju, og serliga tey, sum vilja hava flutt úr høvuðsstaðnum.

Til tað er eitt at siga: Vit kunnu saktans góðtaka, at leikhúsið verður lagt uttan fyri Tórshavnar kommunu. Vit skulu allíkavæl venja okkum til, at alt okkara land er ein og sami býur eftirhondini, sum samferðslumøguleikarnir eru batnaðir við sjeymílaferð.

Men gevist við at ímynda tykkum, at Tjóðleikhúsið kundi ligið onkrastaðni í útfyllingini hjá Runavíkar havn. Neitakk, tað vildi verið eitt fornermilsi.

Men ein snotilig plasering úti við Toftavatn, kanska bygt hegnisliga og varðisliga út í Toftavatn – tað hevði verið sakin.

Vit fagna eisini uppskotinum um eitt tjóðleikhús miðskeiðis á Raktanga, og hetta skal sigast við teirri manglandi vitan vit hava, um hvussu veðurlagið er harúti á hávetri og í nógvum vindi.

Tjóðleikhúsið kundi eisini saktans verið staðsett aðra staðni í Havnini. Tað nýtist ikki at vera við eystaru bryggju. Hinvegin, so hevur eystara bryggja tørv á at fáa Tjóðleikhúsið, og tað er tí, at núverandi staðsetingin var eitt gott val.

Tey, ið stýra havnavirkseminum í høvuðsstaðnum skulu ikki halda, at tey kunnu fylla út byggja langt út á Skansagrynnu og Nólsoyarfjørð uttan at “geva” borgarunum okkurt afturfyri.

Vit – borgarnir í høvuðsstaðnum – vilja hava økið yvir av Tinganesi, millum Kongabrúnna og nakað út um Bursatanga til at gerast ein livandi partur av býnum. Sólargangurin er frálíkur her, og uppskotið hjá arkitektunum um at brúka leikhúsið sum ein farveg niðan á Skansan er so frálíkt, at tað vildi verið ein skarnsgerð, um tjóðleikhúsið ikki varð bygt sum ætlað. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3290

    Lisnar síður: 9281

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 20. apríl 2024

Tað vóru fimm føroyskir litir til ullint klæði

Tjóðskjalasavnið hevur laitað í gomlum skjølum hjá Svabo fyri at finna fram til hvørjar litir føroyingar litaðu síðst í 1700-talinum

(Mynd: Tjóðsavnið)
SkrivaÐ:

Tjóðskjalasavnið

Í frágreiðing varðveitt á Tjóðskjalasavninum sigur Jens Christian Svabo, at síðst í 1700-talinum framleiddu føroyingar sjálvir fimm ymiskar litir, sum tey brúktu til at lita ullint klæðir við.

Hesir litir vóru: 1) Korkalitt, 2) reyðbrúnt, 3) kolsvart, 4) gult og 5) grønt.

[object Object]

Tann í fjølmiðlunum nógv umrødda troyggjan frá fyrst í 1800-talinum, ið er í varðveitslu hjá The National Archives í Bretlandi, hevur nú fingið eyka umrøðu, orsaka av misskiljing um lit.

Í hesum sambandi hevur Tjóðskjalasavnið verið á goymslum sínum, fyri at vita, um okkurt er um føroyska liting av ull um sama mundið. Í kendu kanningini hjá Svabo fann Tjóðsavnið nakað um evnið.

Í 1781-82 gjørdi Jens Christian Svabo, eftir boðum frá donskum myndugleikum, kanningar í Føroyum. Burtur úr hesum kanningum, og kanningum, sum Nicolai Mohr gjørdi 1776-79, skrivaði Svabo eina longri frágreiðing um Føroyar, undir heitinum ’Indberetninger indhentede paa en Allernaadigst befalet Reise i Færøe 1781 og 1782’. Frágreiðingin á umleið 1500 hondskrivaðar síður, býtt í sjey hefti, viðgerð nærum øll viðurskifti viðvíkjandi Føroyum, bæði náttúru- og mentanarfyribrigdi.

Svabo lat danska Rentukamarinum endaligu frágreiðingina í 1789. Seinni varð frágreiðingin latin danska Ríkisskjalasavninum í varðveitslu, men síðani 2007 hevur Tjóðskjalasavnið havt tey sjey heftini hjá Svabo í varðveitslu.

Undir heitinum ‘Om Farver’ (s. 522-544) viðgerð Svabo, hvussu teir fimm litirnir, sum hann kallar ’(…) indenlandske Farver i Færøe (…)’, verða framleiddir. Tey brúktu m.a. mosa, urtir, blómur o.a., at fáa litir úr. Okkurt litingarevni fór beinleiðis í pottin, saman við ullini, meðan annað litingarevni skuldi viðgerast, t.d. turkast, áðrenn tað varð lagt saman við ullini at kóka. Sumt skuldi kókast stutt, annað leingi. Okkurt skuldi kókast eina ferð, meðan annað skuldi kókast fleiri ferðir, áðrenn litingin var endalig.

Sjálvt um talan einans var um fimm litir: korkalitt, reyðbrúnt, kolsvart, gult og grønt, so bar í ávísan mun til at broyta litirnar eitt sindur undir framleiðsluni. Nevnast kann, at Svabo í sambandi við reyðbrúna litin m.a. sigur: “Naar det koger, bruger nogle at komme lidt Pis deri, som skal gjøre Farven mørkere.”

Aftast í hefti III hevur Svabo sett inn 36 litroyndir. Litroyndir nr. 1-5 eru teir upprunaligu føroysku litirnir, sum eru “(...) farvede af Bonde-Koner i Færøe (...)”. Allar hinar litroyndirnar (nr. 6-36) eru somu litirnir, sum Svabo onkursvegna hevur gjørt royndir við, m.a. fyri at royna bindindi (‘bestandighed’) teirra.

Í 1959 varð frágreiðing Svabos skrivað av, og givin út á prenti. Hon er umleið 500 síður, harav slakar 420 síður eru avskriftin av teimum sjey heftunum.

Tað var ’Selskabet til udgivelse af færøske kildeskrifter og studier’, sum gav bókina út.

Við prentaðu bókini frá 1959 gjørdist Svabo’sa frágreiðing atkomulig fyri almenninginum í fullum líki, men upprunaliga frágreiðingin, við upprunaligu litiroyndunum, finst einans á Tjóðskjalasavninum.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2024

3 Leygardagur 20. apríl 2024

33 nýggjar íbúðir á Argjum

Tryggingarfelagið LÍV og Spf. Jóan Petur Vang hava gjørt eina avtalu um bygging av 33 íbúðum á Hamrinum á Argjum

(Mynd: LÍV)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tryggingarfelagið LÍV og Spf. Jóan Petur Vang hava gjørt eina avtalu um bygging av 33 íbúðum á Hamrinum á Argjum. Hesum boðar LÍV frá í tíðindaskrivi.

Talan er um verkætlan sum fevnir um tríggjar íbúðarbygningar við 11 íbúðum hvør, ið væntandi verða lidnar at taka í nýtslu á sumri 2026.

LÍV hevur leingi havt eitt ynski um at virka á og stuðla uppundir leiguíbúðarmarknaðin, og gjørdi á várið 2023 eina samstarvsavtalu við Bústaðir um 22 leiguíbúðir á Heimasta Horni í Tórshavn.

[object Object]

LÍV arbeiðir miðvíst við at gera enn fleiri íløgur innan leiguíbúðarmarknaðin í Føroyum og er avtalan um íbúðirnar á Hamrinum ein liður í hesum arbeiði.

Fyrsta stigi í hesum arbeiði væntast at fara í gongd longu hálvan mai í ár og verða íbúðirnar væntandi klárar at flyta inn í áðrenn summarið í 2026.

Hetta er eisini eitt neyðugt stig, tí sambært Búskaparráðnum, er mangulin uppá bústaðir ein týðandi fløskuhálsur, ið er við til at forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri í Føroyum.

- Endamálið hjá LÍV er at tryggja kundum okkara eina munagóða virðisøking av teirra eftirlønaruppsparing og at íløgurnar eisini skulu koma kundum okkara, og føroyska samfelagnum, til góðar. Vit meta tí, at tað passar væl inn í virkisøkið hjá okkum, at eftirlønaruppsparingarnar hjá kundum okkara, koma út at arbeiða í Føroyum og samstundis eru við til at loysa eina stóra samfelagsliga avbjóðing, sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2024

4 Leygardagur 20. apríl 2024

Húsareynstunnilin skotin ígjøgnum

Tey sum væntaðu buldur og brak vóru skuffað, men nú er Húsareynstunnilin altso skotin ígjøgnum. Koyrandi verður 1. november

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eitt lítið ár eftir, at fyrsta skotið varð latið av, varð seinasta skotið í Húsareynstunlinum latið av mikudagin, og tunnilin skotin ígjøgnum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd, tóku sær av hesum, og tað gjørdu teir væl. Men var tað nakar, sum kom eftir at síggja og hoyra buldur og brak, so gjørdist ein skuffaður.

Tað var nevniliga lítið at hoyra til nakað buldur og einki sást til nakað.

Arbeiðið at spreingja tunnilin hevur gingið skjótt hóast tilfarið undir Húsareynið ikki er tað besta. Eftir ætlan verður koyrandi gjøgnum tunnilin 1. november.

[object Object]Húsareynstunnilin kemur út beint við ríðingarbreytina hjá Føroya Ríðingarfelag, sum ikki kann brúkast til keppríðing longur (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2024

5

Størv

Bilsmiður til Berg Motors

Meira Umsóknarfreist: 25. november 2024

Juniormeistari til Smyril Line

Meira Umsóknarfreist: 31. desember 2024

Arbeiðsfólk til kassavirkið á Glyvrum

Meira Umsóknarfreist: 15. november 2024

Starvsfólk til marknaðar- og samskiftisdeildina hjá Fótbóltssambandi Føroya

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Leiðandi farmakonomur til nýggja apotekið í Vágum

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Vilnius

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

1. og 2. stýrimaður til Smyril Line

Meira Umsóknarfreist:

Kostframleiðsluleiðari til Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd

Meira Umsóknarfreist: 14. november 2024

Starvsfólk til køkin á Vesturskin

Meira Umsóknarfreist: 17. november 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Riga

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024
6 Leygardagur 20. apríl 2024

Varðhaldsfongslaður fyri harðskap í Klaksvík

Maðurin í tretivinum er varðhaldsfongslaður í fýra vikur og skuldsettur fyri grovan og vanligan harðskap og fyri at hótta

Virksemi á vágni í Klaksvík mánadagin tá løgreglan leitaði og seinni fann ein knív, sum skal hava samband við málið (Mynd: Norðlýsið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Grundlógaravhoyring var týsdagin í sambandi við harðskapsmál í Klaksvík sunnumorgunin.

Ein maður í tetivinum er varðharðsfongslaður í fýra vikur, meðan ákæruvaldið kannar málið.

Maðurin er skuldsettur fyri grovan og vanligan harðskap og fyri hóttan.

Mánadagin var leitað eftir einum knívi á vágni í Klaksvík, sum seinni varð funnin. Eingin er tó stungin við kvívinum.

Sambært FM1 er maðurin kendur av løgregluni.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2024

7 Leygardagur 20. apríl 2024

36 milliónir lupu av hjá Atlantsflogi

Vøkstur í ferðafólkatalinum og økt leiguflúgving hava betrað um raksturin hjá Atlantic Airways. Roknað verður við einum lítlum vøkstri av ferðandi í ár

Jóhanna á Bergi er stjóri í Atlantic Airways (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Vøkstur í ferðafólkatalinum og økt leiguflúgving hava betrað um raksturin, ið gav avlop í fjør. Avlopið eftir skatt var 36 milliónir krónur í 2023 samanborið við 21 milliónir krónur árið fyri.

Í vikuni hevði Pf. Atlantic Airways aðalfund, har m.a. ársroknskapurin fyri 2023 varð lagdur fram. Roknskapurin fyri árið í fjør vísir framgongd, og hevur felagið avlop, umframt at leiguflúgvingin er økt munandi samanborið við árini frammanundan.

Endaliga ársúrslitið hjá Atlantic Airways fyri 2023 gjørdist 35,8 milliónir krónur í avlopi eftir skatt, samanborið við 21 milliónir krónur í 2022. Samlaðu inntøkurnar í móðurfelagnum øktust úr 689 milliónir krónur í 2022 upp í 832 milliónir krónur í 2023. Úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar (EBITDA) gjørdist 77 milliónir krónur í 2023 samanborið við 78 milliónir krónur í avlopi í 2022.

Samlaða talið á ferðandi á rutunetinum hjá Atlantic Airways í 2023 var 370.000 ferðandi samanborið við 351.000 ferðandi árið fyri. Umleið 44 prosent av ferðafólkunum vóru útlendsk ferðafólk, ið svarar til umleið 163.000 ferðaseðlar.

Framleiðslan hjá flogførunum øktist úr 8.654 flogtímar í 2022 til 10.981 flogtímar í 2023. Strembað verður áhaldandi eftir at nýta tøka orku til leiguflúgving, og síggja vit ein stóran vøkstur júst á hesum økinum. Talið á blokktímum fyri leiguflúgvingin er vaksið 56% frá 2022 til 2023. Tyrluflúgvingin er minkað nakað, úr 825 tímum í 2022 til 744 í 2023. Í fjør varð tyrlan boðsend 44 ferðir til leiting, bjarging og innanlendis sjúkraflutning. Í miðal var tyrlan á flogi eftir 7,7 minuttum.

- Vit fegnast um góðu gongdina og øll okkara trúføstu viðskiftafólk, umframt alt tað stóra arbeiðið, sum leiðsla og starvsfólk gera fyri at veita eina fyrstafloks tænastu. Vøkstur er á nógvum teimum flestu rutunum, og tað betrar sjálvsagt um grundarlagið fyri støðugt at menna Atlantic Airways og allar okkara atknýttu tænastur. Harafturat fara AW139 og A320 simulatorararnir, sum verða klárir at taka í nýtslu í heyst, at geva okkum ein heilt nýggjan vinnuveg, sum verður Føroyum og føroyskari flogvinnu at gagni, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.

London og Tenerife nýggj ferðamál í 2024
Í ár eru tvey nýggj ferðamál løgd afturat rutukortinum hjá Atlantic Airways. Í juni, juli og august verður flogið beinleiðis til London, Gatwick, og í oktober verða tríggir túrar flognir til kanarisku sóloynna, Tenerife.

Sostatt bjóðar Atlantic Airways ferðafólki beinleiðis rutuflúgving til og úr Føroyum til 13 ymisk ferðamál í 2024: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Oslo, Reykjavík, Edinburgh, París, London, Barcelona, Mallorca, Gran Canaria, Tenerife og New York.

Talið av flogtúrum verður økt, og roknað verður við einum lítlum vøkstri av ferðandi í 2024 samanborið við 2023.

Simulatorar
Í heyst verða spildurnýggju AW139 og A320 simulatorararnir, sum Íleggingargrunnurin og Betri hava fíggjað, klárir at taka í nýtslu. Við hesum gerast Atlantic Airways og Føroyar gerast tá ein altjóða miðdepil fyri tyrlu- og flogvenjing, har flogskiparar úr øllum heiminum kunnu koma at venja í framkomnu AW139 og A320 tyrlusimulatorunum.

Okkara fremsta mál er at knýta Føroyar nærri umheiminum til frama fyri føroyingar og føroyska samfelagið. Fjølbroytta rutunetið gevur samstundis útlendingum fleiri møguleikar at vitja Føroyar. Eisini taka vit virkið lut í at menna føroyska ferðavinnu, umframt at tyrlur okkara knýta oyggjar saman og skapa tryggleika.

Virkin luttakari í samfelagnum
Sum virkin luttakari í samfelagnum stuðlar Atlantic Airways á fleiri mótum í føroyska samfelagnum. Tað verið seg bæði ítrótti, mentan, festivalum o.s.fr. Harumframt hevur felagið samstarv við eitt nú við Landssjúkrahúsið og MEGD. Eisini hevur Atlantic Airways sonevndu Sveiggj-skipanina, har ungdómur og føroysk fulltíðarlesandi kunnu keypa ferðaseðlar fyri serprís. Sostatt gerst tað lættari hjá teimum, ið lesa uttanlands, at varðveita tilknýtið til Føroyar og føroyska samfelagið.

Nevndin
Aðalfundurin afturvaldi somu umboð í nevndina, og Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannessen sum næstformaður. Hini í nevndini eru Esther Dahl, Annika Larsen Black, Jens Eystein í Løðu og Tommy Andreasen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2024

8 Leygardagur 20. apríl 2024

Vága Floghavn 3,9 milliónir í avlopi

Ferðslan er komin upp aftur á sama stig sum undan farsóttini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Við teimum 431.079 ferðandi, sum fóru um Vága Floghavn í 2023, varð metið frá 2019 tikið. Ferðslan er tí komin upp á aftur stigið frá undan farsóttini, sigur floghavnin, sum hevur havt aðalfund.

Úrslitið fyri 2023 vísir eitt avlop upp á 3,9 milliónir krónur, sum er væl minni enn tær 8,8 milliónirnar í 2022.

- Bæði í 2019, 2022 og nú aftur í 2023 hevur ferðafólkatalið um Vága Floghavn verið omanfyri 400.000. Øll nevndu ár hevur mynstrið verið ógvuliga líkt, nevniliga so, at umleið helvtin av teimum ferðandi hava verið føroyingar. Um 43 prosent av hesum eru búsitandi í Føroyum og eini 7-8 prosent eru búsitandi uttanlands. Hetta merkir, at umleið 100.000 av teimum ferðandi eru føroyingar og hin helvtin, aðrar 100.000, tískil útlendingar. Tá eru sjálvandi allir útlendingar taldir við, eisini teir, sum koma til Føroya í arbeiðsørindum, skrivar Vága Floghavn í tíðindaskrivi.

Tá ferðafólkatøl verða upplýst, er altíð talan um ferðandi báðar vegir. Hvør einstakur ferðandi telur tí tvær ferðir.

Stórar íløgur fyri framman
Við stóra tørvinum á íløgum í huga er eyðsæð, at Vága Floghavn hevur fyri neyðini at hava støðug nøktandi úrslit, tí annars er møguleiki neyvan fyri alla tíðina at arbeiða við neyðugum tillagingum, soleiðis at umstøðurnar á flogvøllinum, í farstøðini og tænastubygningunum nøkta tørvin hjá brúkarunum. 

Vága Floghavn hevur longu sum er fleiri verkætlanir í gongd fyri at bøta um, og aðrar eru á veg. Útbygda viðførismóttøkan er nú tikin í nýtslu og komið er væl áleiðis við at víðka um parkeringsøkið og umstøðurnar til at byggja hangarar á. 

Talan er um átrokandi neyðug arbeiði, tí umstøðurnar hesum viðvíkjandi eru ikki nøktandi sum er.  Aðrar verkætlanir eru somuleiðis í gongd, millum annað verður nýtt standpláss til flogfør liðugt í næstum, nýggj gate verður gjørd, sigur Vága Floghavn.

Bogi Bendtsen er nýggjur nevndarlimur. Hann skal vera við at styrkja um fíggjarligu førleikarnar í nevndini.

Nevndin hevur skipað seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Janusi Rein sum næstformanni. Eftir aðalfundin er nevndin mannað soleiðis: Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna, Janus Rein, næstformaður, Gunn Hanusardóttir Møller, Bogi Bendtsen og Uni Danielsen eru vald av aðalfundinum, meðan Nanny Ritter Falkvard, Tórstein á Steig og Egil B. Joensen eru starvsfólkavald umboð.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2024

9 Leygardagur 20. apríl 2024

Innflutningsvirðið av brennievni minkað 539 milliónir krónur

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá mars 2023 til februar 2024 var 11,1 milliardir krónur. Tað eru 1,4 millard krónur færri enn undanfarna skeið

Lægri innflutningsvirði er á brennievni - fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum
SkrivaÐ:

Hagstova Føroya

Innflutningurin fyri februar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin til Føroyar 12-mánaðarskeiðið frá mars 2023 til februar 2024 samanborið við undanfarna skeið.

Har sæst ein stórur munur: Hann var 11,1 milliardi krónur - tað er er 1,4 millard undir tí, sum hann var undanfarna skeið

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 539 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.

Prísirnir vóru hægst summarið 2022, tá innflutningsprísurin av brenniolju var hægri enn 8 krónur fyri liturin. Seinastu tíðina hevur prísurin ligið millum 5 og 6 krónur liturin.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 635 milliónum krónum ella góð 17 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til beinleiðis nýtslu er minkaður 621,6 milliónir krónur ella sløk 12 prosent.. 

Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 241,6 milliónir krónur, ella stívliga 5%. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini ein minking av brennievni, flutningstólum og líknandi til nýtslu í framleiðsluni.

Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2024

10 Leygardagur 20. apríl 2024

Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða samgonguni hjá smáum oyggjalondum

Fundurin varð hildin á sendistovuni hjá Samoa, tí umframt at vera forseti í AOSIS er Fatumanava Pa´olelei Luteru eisini sendiharri hjá Samoa til Sameindu Tjóðir

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á fundi í New York hitti landsstýrismaðurin við uttanríkis og vinnumálum, Høgni Hoydal, forsetan í Alliance of Small Island States (AOSIS).

Fundurin varð hildin á sendistovuni hjá Samoa, tí umframt at vera forseti í AOSIS er Fatumanava Pa´olelei Luteru eisini sendiharri hjá Samoa til Sameindu Tjóðir.

AOSIS varð sett á stovn í 1990, og telur 39 limalond, harav tey flestu eru smá oyggjalond. AOSIS hevur átikið sær ein virknan og leiðandi leiklut í at seta serligu avbjóðingarnar, sum smá oyggjalond, ið oftast eisini eru menningarlond, á altjóða breddan.

Serliga eru tað veðurlagsbroytingar, ið fáa rúma viðgerð og raðfesting í arbeiðinum hjá AOSIS. Sjálvt um hesi londini ikki kunnu ábyrgdast fyri veðurlagsbroytingarnar, so er tað ein sannroynd, at avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum merkjast hart hjá fleiri AOSIS londum. Hetta skyldast, at fleiri av hesum londunum eru sett saman av lágum oyggjum, sum einans eru fáar metrar yvir sjóvarmálanum. Fleiri oyggjar eru í vanda fyri at at hvørva undir sjóvarmálan, so hvørt sum havið fløðir orsakað av veðurlagsbroytingum. Hetta kann so aftur hava við sær, at londini missa stórar partar av havøkjum, sum áður vóru partar av løgdømi teirra.

Høgni Hoydal greiddi millum annað frá, at Føroyar hava tikið undir við Parisavtaluni og soleiðis eisini seta sær mál á veðurlagsøkinum, sum vónandi kunnu verða við til at tryggja, at hitin á jørðini ikki gerst hægri enn ætlað sambært ST veðurlagssáttmálanum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2024

11
Leygardagur 20. apríl 2024

Danir keypa Rock Trawldoors í Vági

Rock Trawldoors heldur kortini fram við sama stjóra og fer framhaldandi at virka sum sjálvstøðugt felag

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Lemmavirkið Rock Trawldoors í Vági er selt til Thyboron Trawldoors í Danmark. Hesum boðaðu partarnir frá í vikuni.

Rock Trawldoors heldur fram við somu leiðslu og starvsfólkum við Petur Kjærbæk sum stjóra og Samal Trolle sum framleiðsluleiðara.

Framleiðslan heldur fram á bryggjuni í Vági, og Rock Trawldoors fer at virka sum sum sjálvstøðugt felag, siga nýggju eigararnir.

Rock Trawldoors byrjaði sítt virksemið í 2004. 17 fólk arbeiða á lemmavirkinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2024

12 Leygardagur 20. apríl 2024

Hava undirskrivað semjuskjal um heilsugransking og undirvísing

Avtala skal gerast ímillum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um samstarv viðvíkjandi heilsugransking, útbúgving og vitanardeiling

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum, hava skrivað undir semjuskjal um framhaldandi skipað samstarv um heilsugransking og undirvísing.

Avtalan millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um heilsugransking og undirvísing er ein av fortreytunum fyri, at Sjúkrahúsverkið kann gerast universitetssjúkrahús.

Í fleiri ár hevur Landssjúkrahúsið verið útbúgvingarstaður, og samstarvsavtalur hava verið millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Í sambandi við, at umskipanir hava verið á heilsuøkinum, har Heilsugranskingareindin er sett á stovn, er tørvur á at gera nýggja samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið.

Farna fríggjadag varð avtala undirskrivað, har landsstýrisfólkini eru samd um, at avtala skal gerast ímillum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um samstarv viðvíkjandi heilsugransking, útbúgving og vitanardeiling v.m.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2024

13 Leygardagur 20. apríl 2024

Dómur í sjáldsama stórum hassjmáli

Virðið á gøtuni fyri 50 kilo av hassji er upp í 15 milliónir krónur. Tveir føroyingar vórðu í vikuni dømdir meira enn tvey ára fongsul

(Savnsmynd: Føroya rættur)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein samdur dómsmansrættur í Føroya Rætti dømdi í vikuni tveir mans ávikavist tvey ár og tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing og tvey ár og sjey mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava smuglað uml. 50 kilo av hassji til Føroyar. Ein triði maður var eisini ákærdur í málinum, men hann bleiv fríkendur fyri at hava verið við til smuglingina.

Í august í fjør vóru tríggir mans handtiknir og varðhaldsfongslaðir í sambandi við, at politiið fyrst í juli kom fram á knapt 30 kilo av hassji á einum bústaði í Havn.

Tveir mans - tveir føroyingar - vóru handtiknir fyrst í august, meðan tann triði - ein litavi - var handtikin mitt í august. Kanningararbeiðið hjá politinum vísti, at hassjið var partur av eini størri nøgd uppá 50 kilo, sum var komið til Føroyar í mai mánað.

Politiið hevði illgruna um, at føroyingarnir m.a. høvdu verið við til innsmuglingina, og at teir stóðu fyri søluni av hassjinum í Føroyum. Illgruni var eisini um, at litaviski maðurin umframt at koma til Føroya eftir pengum frá sølu av hassjinum, eisini var partur netverkinum aftanfyri smuglingina. Tað kom fram undir kanningararbeiðnum, at tá litavin var í Føroyum síðst í juli mánaði eftir pengum, hevði hann frælsistikið, hótt og framt harðskap móti øðrum føroyinginum. Politiið hevði illgruna um, at hetta var tí, at litavin og aðrir bakmenn vildu finna hassjið, sum teir hildu, at føroyingarnir høvdu stolið.

Menninir blivu allir dømdir í Føroya Rætti týsdagin.

Annar føroyingurin fekk tvey ár og tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, meðan hin fekk tvey ár og sjey mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Rætturin legði millum annað dent á, at tann, sum fekk tvey ár og tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, hevði játtað seg sekan og hevði hjálpt politinum í kanningararbeiðnum. Føroya Rættur metti ikki, at ákæruvaldið hevði prógvað, at litavin hevði lut í innsmuglingini og søluni av hassjinum. Hann bleiv tí fríkendur fyri ta ákæruna. Hann fekk tó fýra mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap, hóttanir og frælsistøku.

Aftur at fongsulsrevsingini legði rætturin hald á tveir bilar, sum føroyingarnir høvdu keypt fyri pengar frá sølu av hassji, umframt 200.000 krónur, sum var mettur vinningur fyri sølu av hassji.

Litavin var útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í trý ár.

Málið kann kærast innanfyri 14 dagar.

Menninir vóru allir varðhaldsfongslaðir eftir dóm og sita í fyrstu syftu varðhaldsfongslaðir, til støða er tikin til spurningin um kæru.

50 kilo er ein sjáldsama stór nøgd av hassji, og er tann størsta einstaka nøgdin av hassji, sum dómur er fallin um í Føroya Rætti. Virðið á gøtuni av slíkari nøgd er umleið 12.500.000-15.000.000 krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2024

14 Leygardagur 20. apríl 2024

Kalpana verður nýggjur dekanur á Námsvísindadeildini

Kalpana Vijayavarathan hevur nógvar royndir á júst Náttúruvísindadeildini. Setanarnevndin var samd, og Kaplana og byrjar í starvinum 1. mai.

Kalpana kennir deildina væl. Hon byrjaði sum adjunktur í 2013 og sum lektari í 2022 (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

1. mai 2024 fáa starvsfólk og lesandi á Námsvísindadeildini á Setrinum nýggjan dekan. Talan er um Kaplana Vijayavarathan, sum í løtuni er lektari á deildini. Hon  skal standa á odda fyri at leiða og menna deildina saman við deildarleiðsluni og starvsfólkunum, skrivar Fróðskapaarsetur Føroya á heimasíðu sínari.

Kalpana kennir deildina væl. Hon byrjaði sum adjunktur í 2013 har og sum lektari í 2022. Kaplana varð innskrivað til ph.d.-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya og Århus Universiteti, og í 2017 stóð hon sína ph.d. við ritgerðini “Teacher Cognition and the Teaching of Speaking in English as a Foreign Language in grade 8 schools in The Faroe Islands – Seven Case Studies”.

- Í gransking sínari hevur Kalpana lagt seg eftir inklusión og sosialum rættvísi í sambandi við fjølbroytni í útbúgving. Hon brennur fyri at skapa tilvit um, hvussu umráðandi tað er at fáa granskingargrundaða vitan til vega og rudda slóð fyri samvirkan millum politikk og praksis á útbúgvingarøkinum.

Heimasíðan setur.fo skrivar víðari, at nýggi dekanurin hevur stóran serkunnleika til undirvísing. Aftrat tí hevur Kaplana Vijayavarathan saman við øðrum samskipað og undirvíst undirvísarum á Setrinum í setursnámsfrøði, sum hevur til endamáls at góðskutryggja undirvísingina á Fróðskaparsetri Føroya.

Kaplana avloysir Erlu Olsen, sum hevur røkt starvið í seks ár:

- Nú Erla Olsen fer frá sum dekanur, ið er eitt starv, sum hon við nærlagni hevur røkt til lítar síðani 2018, vil Fróðskaparsetur Føroya nýta høvi at takka henni fyri stóra avrikið. Erla fer aftur í sítt gamla starv sum lektari á Námsvísindadeildini í lívfrøði, har hon fer at granska og undirvísa.

Lýst varð uttanhýsis eftir dekani til Námsvísindadeildina, og fýra umsóknir komu inn. Tað er ein samd setanarnevnd, sum hevur gjørt av at seta Kalpanu sum dekan á Námsvísindadeildini, skrivar setur.fo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2024

15 Leygardagur 20. apríl 2024

Tríggir nýggir limir í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin

Tær eru Ingibjørg Berg, Rakul í Gerðinum og Maud Hilduberg. Teitur Samuelsen og Petur Even Djurhuus halda fram

Teitur Samuelsen hevur verið formaður seinastu árini. Hann og Petur Even Djurhuus halda fram (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Landsstýriskvinnan við umhvørvismálum hevur í dag tilnevnt nýtt stýrið fyri Húsalánsgrunnin.

Í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin sita fimm limir, og tilnevning fer fram annað hvørt ár, tó soleiðis at ávikavist tíggir og tveir stýrislimir vera tilnevndir hvørja ferð.

Nýggju limirnir, sum landsstýriskvinnan hevur tilnevnt, eru Ingibjørg Berg, Rakul í Gerðinum og Maud Hilduberg.

Nýggja stýrið er sostatt mannað soleiðis: Teitur Samuelsen, Petur Even Djurhuus, Ingibjørg Berg, Rakul í Gerðinum og Maud Hilduberg.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2024

16 Leygardagur 20. apríl 2024

Í bygdarráðnum í næstan 10.000 dagar

Arni Teindal hevur sitið í kommunustýri í 27 ár, júst helvtina av lívi sínum

Arni Teindal (Mynd: Við Tórði á túri)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

- Í dag havi eg sitið í 27 ár og tríggjar og ein hálvan mánað, ella 9.969 dagar, í Fámjins bygdarráð.

Soleiðis skrivar Arni Teindal, bygdarráðslimur í Fámjin, á Facebook hósdagin.

Hetta merkir, at hann hevur sitið júst helvtina av lívi sínum í bygdaráðnum.

- Ikki er bygdin tann størsta, man tað hevur tó verið framúr áhugavert at verið við til at stýra hesi fantastisku bygd, saman við nógvum góðum og áhugaðum fólkum, sigur hann.

Arni Teindal fekk 20 atkvøður og harvið 27 prosent av atkvøðunum í Fámjins kommunu á kommunuvalinum í 2020. Hann gjørdist næstvaldur á listanum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2024

17 Leygardagur 20. apríl 2024

Leggja dúk á Marghøllina

Dúkurin skrædnaði í illveðri í fjør, men nú verður nýggjur dúkur lagdur á

(Mynd: Bárður G. Nielsen / Suðuroyarportalurin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í vikuni fóru fólk í holt við at leggja dúk aftur á Marghøllina í Vági.

Tveir stórir kranar lyftu dúkin uppá, og síðani varð dúkurin lagdur út yvir takið og spentur upp, skrivar Suðuroyarportalurin.

Dúkurin skrædnaði í illveðrinum í februarmánað í fjør.

[object Object]Niels Jacob Eysturberg (foto)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2024

18 Leygardagur 20. apríl 2024

Hátíðarhalda viðarlundir 9. mai

Tríggjar viðarlundir í Tórshavnar Kommunu hava serligan ársdag í 2024, og í tí sambandi verður hátíðarhald úti í Grið Krists himmalsferðardag

90 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu gróðursett uppi í Kerjum. 50 ár eru liðin, síðani trø vórðu gróðursett í viðarlundini í Havnardali og í viðarlundini úti í Grið (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tríggjar viðarlundir í Tórshavnar Kommunu hava ársdag í 2024, og 9. mai verður ársdagur fyri viðarlundirnar í kommununi. Tað verður hátíðarhildið Krists himmalsferðardag, boðar kommunan frá.

Hetta hátíðarhaldið verður í viðarlundini í Grið – við Landavegin og Frælsi.  Harmonikufelagið spælir tónleik, Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini, heldu røðu. Bjóðað verður kaffi, te og sunkist.

Skógrøktin ferð at gróðurseta trøð í øllum trimum viðarlundum áðrenn hátíðarhaldið, skrivar torshavn.fo.

90 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu gróðursett uppi í Kerjum. 50 ár eru liðin, síðani trø vórðu gróðursett í viðarlundini í Havnardali og í viðarlundini úti í Grið.

Viðarlundin í Kerjum

Føroya Amt lat í 1932 Tórshavnar kommunu stívliga tríggjar hektarar av Vestara Húsagarðsfesti til at seta niður skógartrø.

Í 1934 fekk Plantasjunevndin 8.000 trø, men hevði ikki pening til arbeiðið at planta trøini. Nevndin heitti tí á Skótalið Sigmunds Brestirsonar um at planta trøini. Tað eru 90 ár síðani.

Viðarlundin er stívliga 32.000 fermetrar.

Viðarlundin í Havnadali

Viðarlundin í Havnadali er tann størsta viðarlundin í landinum.

Kommunan, sum eigur lendið, lat í 1974 lesa skógfriðingarbræv á økið. Sostatt hevur viðarlundin í Havnadali 50 ár á baki.

Viðarlundin er um 280.000 fermetrar, men stórur partur av tí stóra lendinum er ikki plantaður.

Viðarlundin í Grið

Viðarlundin úti í Grið - við Landavegin og Frælsi - er eisini 50 ár í ár. Tá bygt varð á traðunum á Frælsinum og móti Landavegnum í 60unum og fyrst í 70-árunum, kom ynski fram um at fáa eitt fríøki við runnum. 

Tórshavnar kommuna, sum átti lendið, lat tí hetta økið skógfriða í 1974. Farið varð at gróðurseta beinanvegin.

Lundin er 11.400 metrar í vídd.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2024

19 Leygardagur 20. apríl 2024

Lækka hámarksferðina á Velbastaðvegnum

Á strekkinum frá Norðrasta Horni til Gamla Velbastaðvegin verður feðrin lækka úr 80 km/t til 60 km/t

(Mynd: Google Maps)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at lækka hámarksferðina á strekkinum frá rørportrinum á Norðasta Horni til Gamla Velbastaðvegin.

Hámarksferðin er nú lækkað frá 80 km/t til 60 km/t.

Orsøkin er vaksandi ferðslan á Velbastaðvegnum saman við fleiri til- og frákoyringum til bussvendipláss, Norðasta Horn og traðarvegir. Broytingin er sostatt gjørd fyri at økja ferðslutrygdina í økinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2024

20 Leygardagur 20. apríl 2024

J&K Petersen vent gongdini

Eftir tvey tung ár, vísti botnlinjan hjá J&K Petersen avlop í fjør

(Mynd: J&K Petersen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Roknskapurin hjá J&K Petersen fyri 2023 vísir 7,7 milliónir krónur í avlopi, eftir at 2022 og 2021 vóru tvey tung ár hjá byggifyritøkuni.

Í fjør summar staðfesti J&K Petersen í hálvársroknskapinum, at vend var komin í raksturin, eftir at 2022 og 2021 høvdu verið tung ár. Nú er so endaliga greitt, at góða gongdin helt fram alt árið í fjør, eftir at roknskapurin fyri 2023 vísir 7,7 milliónir krónur í avlopi.

- Vit hava veruliga fingið vind í seglini aftur, tó at vit longu fyrra hálvár í fjør sóu, at ljósari tíðir vóru fyri framman. Vit eru sera fegin um, at vit megnaðu at halda fast um góðu gongdina og at skapa positivt úrslit, sigur Christian Andreasen, nevndarformaður, tá hann stutt tekur saman um virksemið hjá J&K Petersen í 2023.

Á aðalfundinum 15. apríl var ársroknskapurin fyri 2023 lagdur fram og samtyktur. Umsetningurin hjá samtakinum var 339,5 milliónir krónur í fjør, og hetta er tað mesta í søguni hjá samtakinum. Roknskapurin vísir 7,7 milliónir krónur í avlopi fyri skatt. Nevnd og stjórn meta, at úrslitið er nøktandi – serliga sæð í ljósunum av mongu avbjóðingunum, sum felagið hevur havt.

Umframt viðgerð av ársroknskapi, skipaði nevndin seg av nýggjum á aðalfundinum. Christian Andreasen heldur fram sum nevndarformaður, og Klaus Rasmussen og Ragnhild A. Petersen sum nevndarlimir. Jóannes Niclasen tók ikki við valinum aftur, Karl Andrias Petersen var valdur í hansara stað.

Christian Andreasen vísir enn einaferð á, at eigarar, leiðsla og starvsfólk vóru sera trúføst, tá felagið kom í tungan búskaparligan andróður, og at viðskiftafólk eisini vístu stóra vælvild, tá neyðugt var at taka stór tøk fyri at fáa felagið á rætta kós aftur.

Samtakið telur feløgini J&K Petersen Contractors, J&K Betong, Klettur og Miðvágs Grót. Umleið 130 fólk starvast hjá J&K Petersen.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2024

21 Leygardagur 20. apríl 2024

365 dagar uttan arbeiðsskaða á Havsbrún

Articon hátíðarheldt, at eingin arbeiðsskaði hevur verið í útbyggingini av Havsbrún

(Mynd: Articon)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað er eitt ár síðani, Articon fór í gongd við eina stóra og krevjandi verkætlan fyri Havsbrún.

Uppgávan er at byggja ein 39 metrar høgan framleiðslubygning við alskyns krøvum.

- Í givnu trongu umstøðunum krevst, at alt arbeiðið er sera væl lagt til rættis, og ikki kann sigast annað enn, at hetta higartil hevur gingið sera væl - við góðum fólkum, og einum sera góðum samstarvi við byggiharran, sigur Articon.

Byggifyritøkan staðfestir, at eingin arbeiðsskaði hevur verið hesar 365 dagarnar, arbeitt hevur verið.

- Hendan løtan bleiv sjálvandi fagnað við eini góðari lagkøku. Vit halda áfram við tí góðu gongdini at uppbyggja eina sterka trygdarmentan á okkara plássum, sigur Articon.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2024

22
Leygardagur 20. apríl 2024

Yvirlit yvir makrelkvoturnar til heimaflotan gjørt

Endamálið við útgávunum hjá Fiskivinnumálaráðnum og Vørn er at tryggja størri gjøgnumskygni í fiskivinnuni

Yvirlitið vísir støddina av makrelkvotuni til heimaflotan í 2023, 2022 og 2021, hvussu makrelkvoturnar til heimaflotan eru býttar, og hvørji skip hava fiskað kvoturnar (Mynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur í seinastuni saman við VØRN givið út tvey yvirlit um, hvør eigur fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu fiskirættindini eru skipað og býtt.

Endamálið við útgávunum er at tryggja størri gjøgnumskygni í fiskivinnuni. Sum liður í hesum hevur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið nú gjørt eitt ískoyti, sum gevur yvirlit yvir, hvørjar makrelkvotur eru latnar til heimaflotan.

Yvirlitið vísir støddina av makrelkvotuni til heimaflotan í 2023, 2022 og 2021, hvussu makrelkvoturnar til heimaflotan eru býttar, og hvørji skip hava fiskað kvoturnar.

- Vit hava í Føroyum eina skipan, har ein avmarkaður skari av fiskiførum hava brúksrættindini til okkara felags tilfeingi til láns, og av somu orsøk hevur tað almennan áhuga, at borgarar og onnur á ein einfaldan hátt kunnu fáa neyvari innlit í fiskivinnuna. Hetta nýggja yvirlitið yvir makrelkvotur til heimaflotan er ein liður í tí”, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Yvirlitini “Fiskirættindi” og “Ognaryvirlit” liggja á heimasíðuni hjá Vørn undir snarleiðir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2024

23 Leygardagur 20. apríl 2024

Sáttmáli undirskrivaður um læknamiðstøð

Talan er um eina heildarveiting frá Articon. Samlaði kostnaður av verkætlanini er 8,9 milliónir krónur. Arbeiðið at grava fer í gongd í hesum mánaðinum, og verður miðstøðin klár at taka í nýtslu seinni í ár

Jón Sigurðsson stjóri í Articon, og Per Martin Gregersen, borgarstjóri, skrivaðu undir sáttmálan hósdagin, og er talan um ein samlaðan prís á 8,9 mlliónir krónur
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hósdagin varð sáttmáli millum Eysturkommunu og Articon undirskrivaður. Fyrr í ár samtykti býráðið í Eysturkommunu at taka av tilboði frá Articon í samband við at út- og umbyggja læknamiðstøðina í Gøtudali.

Tað er Teknistovan í Gøtu, ið hevur teknað í samstarv við kommunu, lækna og avvarðandi myndugleikar.

Eysturkommuna hevur síðani samanleggingina í 2009 víst á, at skuldi tørvur verið á útbygging av hølunum, so vildi kommunan gera sítt til, at hetta læt seg gera. Tá Heilsutrygd fyrr í heyst setti ein lækna afturat í læknadømið, var tørvur á fleiri fermetrum í læknamiðstøðini í Gøtudali.

Samskift hevur verið við lækna og Heilsutrygd um,  hvat hølini skulu innihalda. Loysnin, ið liggur á borðinum, er meira enn ein tvífalding av teimum fermetrum, sum eru í miðstøðini í dag. Hetta fer at gera tað møguligt hjá fleiri læknum og øðrum heilsutænastum at húsast undir somu tekju.

Býráðið viðgjørdi málið í samband við fíggjarætlanararbeiðið í heyst, og nú er klárt at fara undir arbeiðið. Kommunan hevur tikið av tilboði frá Articon, ið fer undir at grava og byggja sum skjótast. Arbeiðið hevur í sær eina uppíbygging, umframt eina endurnýggjan av hitaskipan, ið skal veita hita til tann nýggja og gamla bygningin. Eisini er eitt ávíst arbeiði av nýggjari ventilatiónsskipan, og síðani sambinding av bygningunum.

Eftir ætlan verður klárt at flyta inn við ársenda í ár, og harvið verður aftur møguligt hjá øllum borgarum í Eysturkommunu at greiða síni læknaviðurskifti í viðtaluni í Gøtudali.

Jón Sigurðsson, stjóri í Articon og Per Martin Gregersen, borgarstjóri, skrivaðu undir sáttmálan hósdagin. Talan er um eina heildarveiting frá Articon og samlaður kostnaður av verkætlanini er 8,9 milliónir krónir.

Arbeiðið at grava fer í gongd í hesum mánaðinum, og verður miðstøðin klár at taka í nýtslu seinni í ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2024

24
Leygardagur 20. apríl 2024

Postbáturin Ólavur komin til Nólsoyar

Pressarin sleipaði sunnudagin postbátin Ólavur úr Vestmanna til Nólsoyar, har báturin skal setast í stand

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Postbáturin Ólavur skal setast í uppruna stand, og sunnudagin varð báturin frá 1930 sleipaður til Nólsoyar.

Tað var Pressarin hjá Mest, sum sleipaði bátin til Nólsoyar úr Vestmanna. Tað tók fýra tímar at sleipa.

Arbeiðið at seta næstan 100 ára gamla bátin í stand, er mett at taka hálvtannað ár.

[object Object](Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2024

25 Leygardagur 20. apríl 2024

Háskúlin í Nesvík farin í søguna

Ov fáar umsóknir komu inn. Kirkjuliga Heimamissiónin ásannar, at áhugin ikki er til staðar í løtuni

(Mynd: Trúboðin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Leiðslan í Kirkjuligu Heimamissiónini ásannar, at áhugin fyri einum bíbliuháskúla ikki er til staðar í løtuni. Ov fáar umsóknir vóru komnar inn, tá tilmeldingarfreistin at byrja á bíbliuháskúla í Nesvík, fór herfyri.

Ætlanin og royndin um nýggjan háskúla er tí slept á hesum sinni.

- Tað er at harmast um, at okkara ungu ikki síggja tørvin at seta tíð av til eitt bíbliuskúlaskeið, sum gevur fordjúpan í Guds orð, bøn og ein góðan felagsskap, sigur Heri Kjærbo, formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini, við Trúboðan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2024

26 Leygardagur 20. apríl 2024

Toran gongur! hjá Rakel Helmsdal í uppskoti til virðisløn

Tilnevnd barna- og ungdómsmentanarvirðisløn Norðurlandaráðsins

Rakel Helmsdal (savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Týsdagin varð kunngjørt, hvørji eru tilnevnd til barna- og ungdómsvirðisløn Norðurlandaráðsins, og Bókadeild Føroya Lærarafelags fegnast um, at Rakel Helmsdal er millum tey tilnevndu við Toran gongur!

Brot úr grundgevingini hjá Norðurlandaráðnum:

“Við bókini Toran gongur setur Rakel Helmsdal orð og mynd á nakrar av stóru avbjóðingunum í dagsins samfelag og støðuni í heiminum júst nú. Søgan er bæði einføld og kompleks. Hon viðger álvarsom evni sum einsemi, sorg og deyða, kríggj og trauma, eins og hon eisini viðger øðrvísi familjusamansetingar, vinalag og týdningin av felagsskapi.

Bókin er myndprýdd við sterkum myndum, sum eru úrslitið av nærlagdum háttalagi, sum Rakel Helmsdal sjálvt hevur ment. Hon skapar figurar og seymar klæðir, byggir pallar, tekur myndir, ger grafisk prent, setir myndirnar saman og leggur lit á tær við akvarellum. Myndevnini styrkja hennara tekstheim og eru vorðin eitt eyðkenni í hennara ritverki.”

Rakel Helmsdal (d. 1966) er viðurkendur føroyskur rithøvundur, sum hevur gjørt seg galdandi í norðurlondum. Hon gav sína fyrstu bók út í 1995, og hevur síðani útgivið eina rúgvu av bókum til bæði børn og vaksin. Hetta er sættu ferð, at hon er tilnevnd til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2024.

Hini tilnevndu til Virðisløn Norðurlandaráðsins fyri barna og ungdómsbókmentir eru:

Danmark: Zenia Johnsen og Signe Parkens (tekningar) fyri myndabókina "Per". Jakob Martin Strid fyri myndabókina "Den fantastiske bus".

Finnland: Laura Lähteenmäki fyri barnaskaldsøguna "Laske salaa kymmeneen" (Tel stillisliga til tíggju). Malin Klingenberg og Maria Sann (tekningar) fyri myndabókina "Skelettet".

Grønland: Christian Rex fyri myndarøðina "Manguaraq"

Ísland: Hildur Knútsdóttir fyri ungsómsskaldsøguna "Hrím". Tómas Zoëga og Sólrún Ylfa Ingimarsdóttir (tekningar) fyri barnabókina "Skrímsavinafélagið". 

Noreg: Ingvild Bjerkeland fyri barnaskaldsøguna "Udyr". Maria Parr og Åshild Irgens (tekningar) fyri barnabókina "Oskar og eg".

Samiska máløkið: Saia Stueng fyri ungdómsskaldsøguna "Hamburgerprinseassa - Eallá dušše oktii" (Hamburgerprinsessan - Livir bert einaferð)

Svøríki: Viveka Sjögren fyri myndabókina "Någons bror". Alex Khourie fyri ungdómsskaldsøguna "Bror".

Áland: Fredrik Sonck og Jenny Lucander (tekningar) fyri myndabókina "Freja och huggormen".

Øll grundgevingin kann lesast á norden.org

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2024

27 Leygardagur 20. apríl 2024

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu byrjar í morgin

Setanin verður í Gulu Smiðju í Saltangará klokkan 14. Komandi dagarnar vera ein rúgva av tiltøkum runt í kommununi

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og Petur Hansen, formaður í mentanarnevndini, heldur røðu. Næmingar úr framhaldsdeildini í Runavíkar skúla framføra nøkur løg úr sangleikinum, “Vakurleikin og Beistið"
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður sett í morgin kl 14 í Gulu smiðju í Saltangará.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og Petur Hansen, formaður í
mentanarnevndini, heldur røðu. Næmingar úr framhaldsdeildini í Runavíkar skúla framføra nøkur løg úr væl eydnaða sangleikinum, “Vakurleikin og Beistið”, ið tey sýndu í Løkshøll herfyri. Okkurt gott undir góman verður eisini at fáa.

Byrjar við einum braki
Longu fyrsta dagin er nógv á skránni. Fleiri listaframsýningar lata upp; millum tey, ið sýna fram, eru Astri Luihn í Glyvra kirkju, Harry Knudsen og Marita Terjadóttir í Bátafelagnum á Bakka, Ivonna Johansen í Oyndarfjarðar skúla, Petsia, Maifríð Skibenæs og David á Brúnni í Grótinum í Skipanesi.

Millum mangt annað hendan dagin verður Bachata dansur í Gulu smiðju um kvøldið. í Oyndarfjarðar kirkju framførir Guðrið Hansdóttir nøkur løg, og Lív Maria Róadóttir Jæger lesur upp yrkingar. Í Funningi fer Sámal Matras Kristiansen at halda fyrilestur um sálmin "Tíðin rennur sum streymur í á" í Funnings kirkju, og føroyskur dansur verður eisini í nýumvældu dansistovuni Funningi.

Mánadagin kanst tú m.a. læra um blómubinding ella at sáa, planta og velta egið grønmeti. Børnini kunnu vera við í teknikapping á Bókasavninum við Løkin.

Mánakvøldið verður orðaskifti undir heitinum “Móðurmálið og vitlíki – á hvørjum máli samskifta vit?” í Løkshøll. Eitt væl upplagt panel er klárt at kjakast. Harumframt verða fleiri tónleikainnsløg.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2024

28 Leygardagur 20. apríl 2024

Tarira besta kór í Føroyum

Gøtu Kirkju ungdómskór fekk flestar atkvøður frá ahoyrarunum, tá teir skuldu velja, hvat tey hildu vera besta kórið, og eisini varð Kórleiðarin, Sigrið Sivertsen heiðrað við einum herðaklappi

Tarira (Mynd: Dávur Winther)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Farna leygardag var árliga kórstevnan hildin í Varpinum í Klaksvík. Tað vóru Kórsamband Føroya og kórini í Klaksvík, Suð, Klaksvíkar manskór og Kórið í Christianskirkjuni, sum skipaðu fyri stevnuni.

Heili 19 kór og millum 600 og 700 kórsangarar úr øllum landinum luttóku á stevnuni. Bretski kórleiðarin og organisturin, Michael Bawtree, stjórnaði stóra felagskórinum, sum vandi fríggjakvøldið og allan leygardagin.

Seinnapartin var konsert sum eisini var kapping millum kórini. Kórini fingu 7 minuttir í part at vísa, hvat tey í vetur hava arbeitt við. Í dómsnevndini sótu Michael Bawtree, dómsnevndarformaður, Hans Pauli Tórgarð og Helga Gerðalíð. Tey komu til ta niðurstøðu, at framførslan hjá kórinum Tarira var tann besta. Tað er Bernharður Wilkinson, sum stjórnar kórinum. Á øðrum plássi kom kvinnikórið Silvitni meðan Tórshavnar kamarkór fekk triðu virðisløn.

[object Object]
Gøtu kirkju ungdómskór (Mynd: Dávur Winther)

Eisini fingu áhoyrarnir á konsertini í gjár høvi at atkvøða um hvat tey hildu vera besta kórið. Flest atkvøður fekk Gøtu Kirkju ungdómskór við Símuni Hammer sum dirigenti.

– Kórleiðarin Sigrið Sivertsen var á veitsluni eftir konsertina heiðrað við einum Herðaklappi. Nevndin í Kórsambandinum grundgav soleiðis fyri hesum:

– Sigrið Sivertsen hevur í mong ár verið virkin innan føroyska kórtónleikapallin. Serliga rútmiski kórtónleikurin hevur havt hennara áhuga. Hon hevur arbeitt við øllum aldursbólkum, barnakóri, ungdómskóri og vaksnamannakóri.

– Kórsangur í Føroyum hevur altíð havt undangongufólk og eldsálir fyri neyðini og Sigrið er bæði. Umframt at leiða fleiri kór, hevur hon eisini ríkað føroyskan kórsang við hópin av kórútsetingum av føroyskum sangum og kvæðum.

– Fyri hennara stóra arbeiði innan føroyskan kórsang hevur nevndin í Kórsambandi Føroya valgt at geva henni ársins herðaklapp 2024.

[object Object]
Sigrið Sivertsen (Mynd: Morgunkórið)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2024

29 Leygardagur 20. apríl 2024

Kristina fagnar føroyska mentanararvinum

– Vit minnast betur, tá fleiri sansir eru virknir í senn. Tí bjóði eg eina sansaferð, har vit bæði skulu lurta, smakka, lukta, hyggja og kenna okkum gjøgnum føroyska mentanararvin, sigur Kristina Thede Johansen, sum hevur konsert í Norðurlandahúsinum í kvøld

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað verður ikki bara góður tónleikur á skrá á konsertini við Kristinu Thede Johansen, í Norðurlandahúsinum í kvøld. Tað verður ikki bara lurtað eftir føroyskum tónleiki - tað verður eisini hugt eftir, nortið við, smakkað og luktað.

Saman við fleiri føroyskum yrkistónlistafólkum og fyritøkum hevur Kristina sett saman eina heildaruppliving við íblástri úr ríka føroyska mentanararvinum - eina sansaferð, sum fagnar Føroyum.

Lagt er upp til eina sansaferð longu frá teirri løtu, tú trínur inn. Tí Kristina vil hava, at tey vitjandi minnast konsertina, tá tey fara heimaftur.

– Við hesari konsertini vil eg gera nakað øðrvísi, sigur Kristina.

– At geva fólki eina uppliving, sum tey fara at minnast. Um allir sansir verða vaktir, er størri møguleiki fyri at tey minnast hana. Vit minnast betur, tá fleiri sansir eru virknir í senn. Tí bjóði eg eina sansaferð, har vit bæði skulu lurta, smakka, lukta, hyggja og kenna okkum gjøgnum føroyska mentanararvin.

Tónleikurin á konsertini eru fimm nýskrivað tónaverk, sum gávaðu tónlistafólkini Teitur Lassen, Sunleif Rasmussen, Tróndur Bogason, Anna Katrin Egilstrøð og Ólavur Gaard hava skrivað við íblástri úr m.a. føroysku náttúruni, veðrinum, kvæðunum og Kingosálmunum.

Konsertin er sett saman í sambandi við endaligu próvtøkuna, sum eisini verður rópt debut, hjá Kristinu í bólkinum fyri solistar á Det Jyske Musikkonservatorium.

Hetta er fyrstu ferð, at konsertin er í Føroyum. Í 2023 varð konsertin á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og í Musikhuset í Aarhus, og fyri hetta vann Kristina Ársins klassiska heiður á Faroese Music Awards 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2024

30 Leygardagur 20. apríl 2024

Ókendir og Jákup Eli komu víðari

Farna vikuskiftið var fyrsta umfar í Sement í Reinsarínum

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygarkvøldið var fyrsta umfar av ársins Sement-tónleikakapping á Reinsarínum.

Í hesum fyrsta av tveimum undanumførum luttóku Ókendir, Viðarr, Jákup Eli, og Ingmar, og tað vóru bólkurin Ókendir og Jákup Eli, sum komu víðari til finaluna.

Um Ókendir segði dómsnevndin, at teir "tóku pallin", og tilfarið var "undirspælt, og organiskt," og "instrumentala grundin var góð hjá teimum fýra vokalistunum at úttrykkja seg við".

Jákup Eli hevði, sambært dómsnevndini "eitt egið listarligt úttrykk" og "góðar og spennandi tekstir".

Les ummæli og sí fleiri myndir: Tað nýggja fríska litið og tað inniliga in your face

Næsta umfar verður í kvøld og finalan komandi leygarkvøld.

Tey luttakandi í kvøld eru:: Ester Skála, Volapuck, Ragnar Finsson, gówa og Ása Brynjardóttir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2024

31 Leygardagur 20. apríl 2024

Tessa á Voxbotn í summar

Hon var á G! festivalinum í 2022, og nú kemur hon aftur til Føroya

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sera vælumtókta Tessa verður við til Voxbotn 2024, og fyriskipararnir vænta eitt brak av einari konsert 29. juni.

Hon var á G! festivalinum í 2022.

Theresa Ann Fallesen er navnið handan listafólkanavnið Tessa. Hon er nú ein tónleikari ið hevur vunnið fleiri virðislønir, men leiðina fram til stóra pallin hevur hon sjálv skapað.

Á Instagram vanga sínum byrjaði Tessa at leggja videobrot út, har hon rappaði og vísti fram tekstir, sum hon sjálv hevur skrivað. Hetta førdi við sær, at hon bygdi upp ein fjepparaskarða á alnótini, áðrenn nakar sangur varð útgivin og tá fyrsta staklag hennara kom út, bleiv tað ógvuliga væl móttikið. Hon hevur við tíðini vunnið fleiri virðislønir, ein sjónvarpssending er gjørd um hennara lív - har tey fylgja henni á ferðini frá at vera heimleys til at blíva ein stjørna - og er hon í dag ein av størstu kvinnuligu rapparunum í Danmark nakrantíð.

Ungu árini hjá Tessu vóru ikki altíð løtt. Hon er blivin illa happað í fólkaskúlanum og bleiv sum tannáringur hópneyðtikin. Hetta førdi við sær ógvuliga avbjóðandi ár fyri ungu gentuna, sum nøkur ár eftir bleiv tikin fyri at stjala og endaði sum heimleys í nærum tvey ár. Júst hesa lívssøguna og hendingarnar hon hevur verið í gjøgnum, letur hon erliga upp fyri í tekstum sínum og er hon blivin kend fyri, at lata áhoyraran hoyra veruleikan uttan nakra fasadu. Orkufyltu framførslur hennara eru eisini eitt eyðkenni og eru fyriskiparirnir tísskil sera spentir uppá at hoyra hana í Vágsbotni, mitt í Havn. Fleiri av løgum hennara hava ligið ovaliga á hittlistum, og munnu tey flestu ungu, duga at rappa við til okkurt lag hennara. Løgini TCM, Ben og Blæstegnen hava verið nógv at hoyrt, eisini í Føroyum.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Frammanundan er greitt, at Justin Jesso, Peter A.G, Tobias Rahim, Gobs og Nick Carter koma á ársins Voxbotn 2024.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2024

32 Leygardagur 20. apríl 2024

JJ Paulo spælir á G!

JJ Paulo úr Danmark hevur røtur úr Tanzania, ein mentanarligur arvur hann ber høgt í metum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Enn ein orsøk er at finna sær dansiskógvarnar og taka teir við á G! festival í summar.

Festivalurin kann í dag kunngera, at ein av størstu orkubumbunum, sum nakrantíð hevur spælt í Gøtu. Talan er um JJ Paulo úr Danmark, sum hevur røtur úr Tanzania, ein mentanarligur arvur hann ber høgt í metum við lívligum afrotaktum og einum óvanliga smittandi huglaði.

Tað er ikki uttan orsøk at JJ Paulo hevur vunnið donsku tónleika heiðurslønina, DMA, fyri "Bestu konsertuppliving", og tað er heilt vist, at her fer eingin at klára at standa stillur, verður sagt í tíðindaskrivi.

Tað er fammanundan greitt, at umframt JJ Paulo (DK/TZ) , spæla  Highasakite (NO),  Of Monsters and Men (IS), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Omar Souleyman (SY) Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Plúmm (FO), Specktors (DK), Dania (FO), Alice Boman (SE) Das Body (NO), Einangran (FO), Konsørn (FO), Jógvan (FO), Elinborg (FO), Alias Morera (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Agat (IL), Sound of the Damned (GL) og Nelly Moar (NO) á  G! 2024. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2024

33 Leygardagur 20. apríl 2024

Astri Luihn í Glyvra kirkju sunnudagin

Fernisering verðurí morgin klokkan 16, og Dagmar Malena Winter letur framsýninga upp. Kóri Silvitni framførir. Talan verður um bæði nýggj verk og eldri verk

75-ára gamla listakvinnan hevur búð í Føroyum í yvir 50 ár. Tá hon fylti 40 ár tók myndlistin yvir.‍ Eitt av eyðkennunum við listini hjá Astri er tað sansaliga og einfalda, og tónlistin og stórsligna føroyska náttúran er ein varandi íblástrarkelda hjá listakvinnuni
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Sunnudagin 21 apríl verður framsýning í Glyvra kirkju við Astri Luihn - listakvinnuni úr Noregi, sum hevur búð í Føroyum meginpartin av sínum lívi.

Fernisering verður klokkan 16, og Dagmar Malena Winter, fyribils settur stjóri í Listasavn Føroya, letur framsýninga upp. Kórið Silvitni framførir.

Talan verður um nýggj verk men eisini onkur eldri verk við, ið vísa á kontinuitet, umframt at fagna, at listakvinnan júst er vorðin 75 ára gomul. 

Astri Luihn er fødd í Oslo í 1949, har hon eisini er uppvaksin. Í 1970unum flutti hon saman við manni sínum til Føroya. Astri er málari og grafikari, og arbeiðir bæði figurativt og abstrakt.

‍Hon hevur lisið tónleik og fólkalívsfrøði, og arbeiddi sum tónleikagranskari á lærda háskúlanum í Tróndheim. Hon gjørdi m.a. upptøkur av føroyskum dansi, og skrivaði stóra ritgerð og greinar um kvæðamentan. Tá hon fylti 40 ár tók myndlistin yvir.
‍Eitt av eyðkennunum við listini hjá Astri er tað sansaliga og einfalda, og tónlistin og stórsligna føroyska náttúran er ein varandi íblástrarkelda hjá listakvinnuni.

Verk eftir Astri eru at síggja í bæði almennum og privatum søvnum í Norðurlondum, Evropa og Japan, umframt at hon hevur sýnt fram í Norðurlondum, Evropa, USA og Japan. Harafturat hevur hon myndprýtt Skúlan á Argjahamri, Tórshavnar Musikkskúla og Skúlan við Streymin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2024

34 Leygardagur 20. apríl 2024

Likam: Nýggj serframsýning á Listasavni Føroya

Serframsýningin fevnir um listaverk, ið viðgera kroppin á ymsan hátt. Føroysk listafólk hava millum annað avmyndað kvinnur við barn og fyrstu tíðina, har lítla barnið er tætt tengt at umsorganarpersóni. Eisini eru verk, ið viðgera tað kropsliga og biologiska – tár, kyknur, likamslutir. Nærlagdar studiemyndir av kroppinum og meiri hugfloygdar myndir við kroppinum sum útgangsstøði, verða eisini at síggja

 
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í gjár lat upp nýggja serframsýningin, Likam, upp á Listasavni Føroya.

– Kroppurin er avmyndaður til allar tíðir í skiftandi hami. Frá fyrstu holumyndunum, til grikskar standmyndir av idealkroppum, til suðureuropeiskar málningar av naknum kroppum. Seinni verður kroppurin eisini viðgjørdur bæði politiskt og konceptuelt og sjóneykan verður sett á partar av kroppinum og sansaligar upplivingar. Men hvussu sær kroppurin út í føroysku listini?

– Serframsýningin fevnir um listaverk, ið viðgera kroppin á ymsan hátt. Føroysk listafólk hava millum annað avmyndað kvinnur við barn og fyrstu tíðina, har lítla barnið er tætt tengt at umsorganarpersóni. Eisini eru verk, ið viðgera tað kropsliga og biologiska – tár, kyknur, likamslutir. Nærlagdar studiemyndir av kroppinum og meiri hugfloygdar myndir við kroppinum sum útgangsstøði, verða eisini at síggja. Meðan summi verk eru leikandi løtt, er tilvitanin um at lívstráðurin ikki er endaleysur, til staðar í øðrum verkum, skrivar Listasavnið í tíðindaskrivi.

Við á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk: Rannvá Holm Mortensen, Sigrun Gunnarsdóttir, Guðrið Poulsen, Elin Josefina Smith, Hans Pauli Olsen, Edward Fuglø, Poul Horsdal, Erla Marita Askham, Rannvá Kunoy, Alda Mohr Eyðunardóttir, Dan Helgi í Gong, Jón Sonni Jensen, Sámal Joensen-Mikines, Torbjørn Olsen, Lydia Hansen, Jóhan Martin Christiansen og Ole Wich.

Framsýningin er opin til 30. juli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2024

35 Leygardagur 20. apríl 2024

Føroyar anno 1911

Forkunnug fotoframsýning latin upp í Smiðjuni í Lítluvík

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú verður møguligt at síggja forkunnugar fotomyndir, ið vísa føroyska gerandisdagin fyri meira enn hundrað árum síðani.

Í 1980 ognaði Per á Hædd sær 140 glasplátur við myndum, sum danski fotografurin, Anders Peter Hansen, tók í Føroyum í 1911. Tær flestu eru úr Norðstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjum, og geva tær eina góða fatan av tí framburði, føroyska samfelagnum hevur verið fyri síðani.

Framsýningin, sum Fotostudio hevur sett upp, er søluframsýning 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2024

36 Leygardagur 20. apríl 2024

Salman Rusdie tosar um hendingina tá hann misti eygað

Varð álopin og stungin fleiri ferðir í 2022 – nú hevur hann skrivað bókina “Knife” um hendingina

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Virðislønti rithøvundurin og stríðsmaðurin fyri framsøgufrælsi, Salman Rushdie, gav í vikuni út eina nýggja bók. “Knife” – knívur – eitur bókin.

Í bókini skrivar Rushdie fyri fyrstu ferð í smálutum um hendingina 12. august 2022, tá hann var úti fyri drápsroynd undir einum fyrilestri í New York. Álopið hendi yvir 30 ár eftir at ein ‘fatwa’ - deyðadómur - varð lýst yvir hann orsaka av skaldsøguni “Satanisku ørindini” frá 1988.

- Eg hugsaði, at eg nú fór at doyggja. Tíbetur mistók eg meg, sigur Rushdie í samrøðu við BBC.

Hann greiðir frá, hvussu eyga hansara, ið varð rakt av knívinum hjá illgerðarmanninum, hekk móti kjálkanum “eins og eitt bleyttkókað egg”, og hvussu tað ávirkaði hann at missa eygað.

Hetta er ein av staklutunum, sum Rushdie greiðir frá í bókini. Bókin er hansara háttur at arbeiða við hendingini, og berjast móti tí, ið hendi, sigur hann við BBC.

Í samrøðu við 60 minutes hjá amerikansku sjónvarpsstøðini CBS tosar Rushdie eisini um álopsmannin.

- Hann og eg høvdu 27 sekund saman. Tað var tað, sigur hann í sendingini.

Sambært løgregluni varð Rushdie stungin 12 ferðir hesi 27 sekundini. Fleiri staðni á yvirkroppinum, í hálsin, hondina og ringast av øllum: í høgra eyga, sum hann misti.

Eftir 18 dagar á sjúkrahúsi og tríggjar vikur í endurvenjing, varð hann útskrivaður. Ein av skurðlæknunum segði tá við hann, at Rushdie hevði verið bæði heppin og óheppin samstundis.

“Hvat er tað hepna”, spurdi Rushdie, og læknin svaraði: “Tað hepna var, at hann, sum leyp á teg, ikki hevði ánilsi um, hvussu hann skuldi drepa nakran við einum knívi”.

Álopsmaðurin, ein 24 ára gamal muslimskur maður úr New Jersey, er ikki dømdur enn. Hann noktar seg sekan.

Rushdie sigur í samrøðuni við BBC, at stríðið fyri framsøgufrælsið er vorðið trupult, serliga orsaka av hugburðinum, sum hann sær hjá nógvum ungum.

- Avbjóðingin við framsøgufrælsi er, at ein er noyddur til at loyva framsøgnum, sum ein sjálvur ikki er samdur í.

Eftir álopið hevur Rushdie víst seg lítið í almenninginum, og hann hevur heldur ikki tosað alment um, hvat hendi.

Átrúnaligi leiðarin í Iran, Khomeini ayatollah, lýsti deyðadóm yvir rithøvundan og øll, sum høvdu samband við bókaútgávu hansara. Norski bókaforleggjarin, William Nygaard frá forlagnum Ascehoug, gjørdi hereftir av at framskunda bókaútgávuna. Í 1993 varð hann úti fyri eini drápsroynd í Oslo. Hann varð skotin, men doyði ikki.

Salman Rushdie er breti av indiskum uppruna, føddur í Bombay 19. juni 1947. Hann býr nú í New York. Hann fekk bretskan ríkisborgararætt í 1964 og amerikanskan ríkisborgararætt í 2016. Hann livdi í fleiri ár undir sterkum løgregluvarðhaldi. Í 1998 kunngjørdi iranska stjórnin at hon ikki longur ynskti deyðadómin fullførdan. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2024

37 Leygardagur 20. apríl 2024

Politikarar vilja hava Børsen bygdan uppaftur

- Latið okkum gera Børsen til okkara Notre Dame, heldur Martin Lidegaard fyrrverandi mentamálaráðharri

(Mynd: Birgir Sigurðsson)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týsmorgunin kom eldur í søguliga bygningin Børsen í Keypmannahavn við tí ikoniska spírinum, har tríggir drekahalar snaraðu seg upp móti himmalinum til eyðkenda spírið.

Spírið varð tað fyrsta sum fall til jarðar í eldinum. Tað mesta av týsdegnum logaði í søguliga bygninginum, sum Christian kongor IV lat byggja, og sum stóð liðugur í 1623. Hetta er einasti handilsbygningur frá teirri tíðini, sum er eftir, skrivar Ritzau.

Fleiri danskir politikarar vóru skjótir úti við viðmerkingum til hendingina, og hvat teir halda um søguliga bygningin, sum nú nærum er oyðilagdur.

Ein teirra er fólkatingslimurin Jan E. Jørgensen frá Venstre, sum segði soleiðis á X í dag.

- Børsin má og skal byggjast uppaftur. 400 ára gamalt. Mest ikoniska bygningsverkið í Keypmannahavn. Allar kreftur mugu sameinast fyri at fáa hetta gamla, vakra húsið uppafturbygt í øllum sínum veldi.

Sami boðskapur kemur frá Anders Vistisen frá Dansk Folkeparti, sum eigur at Børsen skal byggjast uppaftur so vítt tað er gjørligt.

[object Object](Mynd: EPA)

Eisini formaðurin hjá Radikale Venstre, fyrrverandi mentamálaráðharrin, Martin Lidegaard, mælir til at byggja Børsen uppaftur, eins og fraklendingar gjørdu/gera við Notre Dame.

Í gjár, mánadagin, vóru liðin júst fimm á síðan kirkjan í Paris brendi, og síðan hava fleiri hundrað handverkarar arbeitt við at byggja hana uppaftur. Umvælingin og endurbyggingin hevur kosta yvir fýra milliardir krónur.

- Latið okkum gera hetta til okkara Notre Dame, so vit kunnu njóta vakra, vakra arkitekturin og søguna aftur, segði Martin Lidegaard við TV2 fyrrapartin.

Men sambært núverandi mentamálaráðharranum, Jakob Engel-Schmidt frá Moderaterne, er enn ov tíðliga til at tosa um endurbygging.

- Tað er alt ov tíðliga fyri meg at siga nakað skilagott um tað nú. Eldslogarnir eru framvegis í holt við at oyðileggja bygningin, segði hann við Ritzau, men segði eisini, at hansara búkkensla sigur at tað vildi verið rætt at bygt Børsen uppaftur.

Fleiri virðismiklir málningar vórðu bjargaðir út úr brennandi børsinum. Ein teirra er ein tann mest kendi málningurin hjá Skagen-málaranum, P.S. Krøyer “Fra Københavns Børs” frá 1895. 25 fólk frá Nationalmuseet vórðu fyrrapartin tilkallað fyri at hjálpa til við at bjarga fleiri listaverk út úr bygninginum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2024

38 Leygardagur 20. apríl 2024

Dubai undir í vatni

Hevur ikki regnað so illa í oyðimarkalandinum, tað fólk vita um

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ógvusligar mongdir av regni oystu yvir partar av Sameindu arabisku Emiratini týsdagin. Stórur partur av landinum lá undir í vatni, og serliga hart rakti hetta Dubai, har tað gøturnar og altjóða flogvøllurin lógu undir 30 til 40 sentimetrum av vatni.

Tað mesta av oyðimarkarstatinum varð rakt av ógvusligum toruælingum, sum longu mánadagin høvdu regn og eisini hegling við sær fleiri staðni í landinum.

Týsdagin var ógvusligast við millum 120 og 170 milimetrum av regni, og í norðaru og eystastu pørtunum av landinum fullu yvir 200 millimetrar.

Á sosialu miðlunum bar til at síggja hvussu vegir, bæði í Dubai og Abu Dhabi, stóðu undir í vatni, og eisini flogførð, sum koyrdu gjøgnum stórar og djúpar hyljar á altjóða flogvøllinum í Dubai.

[object Object]

Tað er sjáldsamt, at skróvturra oyðimarkalandið upplivir slíkar regnmongdir, og tí eru vegir skolaðir burtur nógva staðni, eins og skriðulop hava lagt vegir undir.

Í Al Qouz økinum í Dubai skaptu regnmongdirnar stórar holur í vegunum, har bilar sukku niðurí.

Í floghavnini vórðu fleiri fráferðir avlýstar í gjár, eins og ein hópur av flogførum vórðu beind til aðrar floghavnir.

Eisini Bahrain og Oman hava verið rakt av regni og vatnflóð hesar dagarnar. Í Oman hevur illveðrið kostað 18 mannalív, upplýsa lokalu myndugleikarnir á X.

Sambært veðurstovuni í Emiratunum hevur landið upplivað størsta regnmonga upp á eitt samdøgur síðan tey byrjaðu at máta regnið fyri 75 árum.

[object Object]

Ringast stóð til í Khatam al Shaklah nærhendis Al Ain við markið til Oman, har tey máldu 254,8 millimetrar av regni.

Í altjóða floghavnini í Dubai fullu 142 millimetrar upp á 18 tímar. Tað er meira enn hálvaaðru ferð so nógv regn, sum annars plagar at koma niður upp á eitt heilt ár.

Í Dubai uppliva tey vanliga 79 millimetrar av regni um árið. Yvir 80 prosent av ársregninum fellur frá desember til mars. Vanliga plaga at koma 3,3 millimetrar av regni í apríl í Dubai.

Sambært amerikanska veðurlagsgranskaranum, Brian Brettschneider, er størsta hagfrøðiliga regnmongdin, ið kann upplivast í Dubai í 100 ár (100-ára hendingin) 61 millimetrar. Við 142 millimetrum upplivdu tey sostatt so nógv, at tað má metast sum tað tvífalda av eini 100-ára hending. 

(Myndir: EPA)

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2024

39 Leygardagur 20. apríl 2024

Heimsins størsta seismikkskip á Nólsoyarfirði

Heimsins størsta seismikkskip var herfyri at síggja í Nólsoyarfirði. Tað kom eftir eykalutum, skifti nakrar av manningini og bíðaði eftir betri veðri, áðrenn tað fór víðari í Norðsjógvin

Ramform Hyperion á Nólsoyarfirði. Mynd Jan Müller
SkrivaÐ:

Jan Müller

Talan er um Ramform Hyperion, sum er tað nýggjasta í stóra Ramform flotanum, ið saman við Thor hjálpar- og veitingarskipum arbeiðir kring allan knøttin.

[object Object] 

Skipið var á veg til arbeiðsuppgávur í Norðsjónum, men vegna tørv á eykalutum legði tað leiðina inn til Føroya eins og til at skifta nakrar av manningini. Tað er sjáldsamt, at hesi stóru frálandsskipini koma henda vegin.

Hetta hendi nøkur ár herfyri, tá eitt av teimum størstu Ramform skipunum, Ramform Titan,  legði at bryggju í Fuglafirði fyri m.a. at bunkra og keypa aðrar vørur og tænastur. Tað var í sær sjálvum ein stórhending, sum gav eina ábending um, at Føroyar kanska veruliga fóru at gerast ein útgerðarhavn í Norðuratlantshavi fyri mongu frálandsskipini, ið arbeiða í nærumhvørvinum og grannalagnum. Nakað, sum bæði veitaravinnan eins og politisku myndugleikarnir raðfesta høgt.

[object Object]

Saman við seismikkskipinum var eisini eitt av veitingarskipunum hjá Thor í Hósvík, Thor Magne. Tað lá við bryggju í Havn og fylgir Ramform Hyperion í tess arbeiði. Reiðaríið Thor, sum eigur nøkur av mest framkomnu veitingarskipum til seismikkvinnuna, hevur eina langtíðar avtalu við norska PGS. 

[object Object]Thor Magne við bryggju í Havn fylgist við Ramform Hyperion (Mynd: Jan Müller)

Orkan.fo spurdi Jan Hjaltalin hjá Tor Shipping, sum er agentur hjá reiðarínum PGS, hvussu tað ber til, at seismikkskipið ikki kemur í føroyska havn og harvið kann fáa vørur og tænastur heldur enn at liggja úti á fjørðinum við tí avmarking tað hevur við sær. Til tað sigur hann, at vanliga plaga slík frálandaskip at koma í havn at skifta manning og fáa aðrar vørur og tænastur um somu leið.

Tað var so eisini eitt ynski frá norska reiðaríinum at kunna koma í føroyska havn og her skifta alla manningina uppá 50 mans.  Her var Kollafjørður uppá tal. Men vegna serstakar reglur fyri loyvi at koma í land í Føroyum, bar ikki til hjá fólki, mest uttan fyri Evropa eitt nú filipinar, at koma í land uttan serstakt "Faroe Island Visa."

Hetta er krav frá myndugleikunum, sum løgreglan umsitur. Tá tað vil taka ov langa tíð at fáa slík visa til nakrar av manningini gjørdi PGS av at sleppa ætlanini at fara í føroyska havn. Og ístaðin fyri at skifta alla manningina í Føroyum varð avgjørt, at nakrir fáir persónar skuldu fara í land og nakrir umborð. Nú fer skipið so í aðra havn antin í Hetlandi ella Noregi at skifta alla manningina, har tað eftir øllum at døma ikki eru galdandi eins strangar visumreglar.  

Jan Hjaltalin sigur, at hetta er sera óheppið ikki bara fyri tey umboð, men fyri alla føroyska vinnu, sum kann hava gagn av eitt nú manningarskifti, at tað nú eftir øllum at døma vísir seg, at reglurnar fyri at koma og fara um føroyskan keikant eru herdar. Hetta er sjálvandi stórt spell, tá hugsað verður um, hvørjar jaligar avleiðingar tað kundi fingið fyri Føroyar, um eitt so stórt skip kom í føroyska havn og gjørdi fult manningarskifti eins og tað harvið eisini kundi fingið aðrar vørur og tænastur. 

[object Object]Ramform Titan vitjaði á Fuglafirði nøkur ár herfyri at bunkra og gerast út til kanningar í Barentshavinum (Mynd: Jan Müller)

Jan Hjaltalin viðgongur, at reglarnir fyri at fáa fólk í land eitt nú í sambandi við manningarskifti eftir øllum at døma gerast strangari og leggur  hann aftrat, at sjálvandi skulu reglar og lógir virðast og haldast ikki minst, tá talan er um trygd, men tað mátti borið til at kunna brúkt aðra mannagongd í sambandi við eitt manningarskifti. Reglarnar eru eftir øllum tær somu fyri sjófólk sum fyri ferðafólk, og tað heldur hann vera óheppið og spyr, hví ikki myndugleikarnir heldur kunnu brúka sjófartsbókina hjá teimum heilt fáu útlendingunum, sum koma úr londum so sum Filipsoyggjum heldur enn at krevja visum, vitandi, at hetta ikki bara er sum at siga tað og krevur bæði umsitingararbeiði og tíð.

Og tað vísir seg, at tá slíkar “strangar” reglur eru galdandi í Føroyum, tá velja reiðararí lættari og skjótari leiðina tvs. at fara til land, sum ikki setir so strong krøv á júst hesum øki. Eitt teirra kundi so verið Hetland, sum tá vil vera meira kappingarført enn Føroyar at fáa ein vinnulígan ágóða á virksemi, sum fer fram í grannalagnum.  

Ikki bert fyri eitt felag, sum hevur til arbeiði at umboða útlendsk reiðarí, tá teirra skip eru í føroyskum umhvørvi, hevur hetta avleiðingar. Eisini fyri veitarar av ymsum slag, tað verið seg teir, ið lata vatn, olju, proviant og eitt nú taka sær av umvæling ol. og ikki minst fyri gistingarhús eins og flogvøll og Atlantic Airways kann hetta hava óhepnar avleiðingar við sær. 

[object Object]Ramform Titan bunkrar í Fuglafirði nøkur ár herfyri. Tá var tað eisini Tor Shipping, sum var egentur (Mynd: Jan Müller)

Frá Tor Shipping frætta vit,  at eitt stórt frálandsskip " 7 Waves”  skuldi koma til Føroya at skifta manning og fáa vørur og tænastur fyri stuttum,  men gjørdi av ikki at koma henda vegin vegna nettupp strongu reglarnar fyri manningarskifti.

Alt hetta kundi verið broytt, um tað bara ikki vórðu sett somu krøv til sjófólk sum til ferðafólk, hvat visakrøvini jú fyrst og fremst eru til fyri. Ein sjófartsbók heldur enn eitt serstakt “Faroe Island Visum” hevði kunnað latið upp fyri trupulleikunum.

Reglarnar, sum orkan.fo skilur tað, eru, at tað krevst eitt  serstakt visa fyri at koma í land hjá ávísum tjóðskapum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2024

40 Leygardagur 20. apríl 2024

Ætlan fyri orkuútbyggingar tey næstu fimm árini

Skulu vit náa á mál við orkuskiftinum, mugu vit byggja framleiðsluna av varandi orku munandi út tey næstu árini. Tí eru SEV, Kommunufelagið og landsstýrið samd um at leggja eina tíðarfesta útbyggingarætlan fyri tey næstu fimm árini

Ingilín Strøm, landsstýriskvinna, Kári Johansen, nevndarformaður í SEV, Hákun Djurhuus, stjóri í SEV og Jákup í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni
SkrivaÐ:

Jan Müller

Ein arbeiðsbólkur við trimum umboðum fyri Umhvørvisstovuna og trimum umboðum fyri SEV varð settur at skriva eina frágreiðing um ta tíðarfestu útbyggingarætlanina, og nú er frágreiðingin handað landsstýriskvinnuni við orkumálum sigur Umhvørivsmálaráðið í skrivi.  

Landsstýriskvinnan fegnast um frágreiðingina, sum slóðar fyri, at útbyggingararbeiðið kann skipast betur og gerast meira støðugt, so at leggjast kann upp fyri framtíðar orkutørvi og orkuskiftinum. Eftir at hava fingið frágreiðingina tók landsstýriskvinnan stig til kunnandi fundir við allar kommunurnar, sum fáa ein leiklut í sambandi við tey tilmæltu útboðini hetta til 2029. Landsstýriskvinnan hevur hitt Vestmanna, Runavíkar, Sands, Porkeris, Kvívíkar og Húsavíkar kommunu á fundi.

Arbeiðsbólkurin skuldi við frágreiðingini tryggja, at útboð av varandi orku og útbyggingar av elskipanini fáast at ganga hond í hond, so at elkervið á staðnum, har ið útbyggingar verða gjørdar, megnar at taka ímóti tí framleiddu orkuni. Arbeiðið fevndi í stuttum um fyrst at gera eina dagførda framskriving av tí mettu orkunýtsluni og síðani – við støði í hesari – at gera eitt uppskot til eina skipaða útbygging av varandi orku tey næstu fimm árini.

[object Object]

Við tað at ein útbyggingarætlan altíð er grundað á ávísar fyritreytir, sum galda, tá ið ætlanin verður løgd, verður talan altíð um eina løtumynd. Broytast fyritreytirnar, t.d. tí at framskrivingarnar av orkunýtsluni broytast, ella tí at nýggj tøkni talar fyri at endurskoða ætlanina, kann tað ávirka útbyggingarætlanina í størri ella minni mun. Vit eiga tí at endurskoða útbyggingarætlanina á hvørjum ári.

Ein grundleggjandi fyritreyt fyri arbeiðinum at leggja hesa ítøkiligu útbyggingarætlanina hevur verið ein linjurættur niðurskurður í CO2-útlátinum hetta til 2030, tá ið einki útlát skal stava frá elframleiðsluni.

Frágreiðingin kann lesast her:

Útbyggingarætlan Faldari 1, Høvðusfrágreiðing

Útbyggingarætlan Faldari 2, Modelútrokningar

Útbyggingarætlan Faldari 3, Samandráttur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2024

41 Leygardagur 20. apríl 2024

Methøg søla og methøg framleiðsla av burðardyggari elorku

Á aðalfundi hjá Sev í gjár legði nevndin fram ársfrágreiðing og roknskap fyri árið 2023. Úrslitið fyri skatt var 64,8 milliónir og eftir skatt 53,1 milliónir krónur

Stjórin í SEV, Hákun Djurhuus og nevndarformaðurin, Kári Johansen (Mynd: Jan Müller)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eftirspurningurin eftir elorku og harvið sølan av el er økt góð 5 prosent, og setti met í 2023. Tað eru serliga alivinnan og privatkundar, sum standa fyri øktu søluni hjá Sev.

Eisini kundabólkurin almennar tænastur keypti meira streym í 2023, meðan ein afturgongd var av elsøluni til framleiðsluvinnuna.

[object Object]

Elframleiðslan úr grønum orkukeldum var eisini hægri enn nakrantíð, tó at hon var lægri enn væntað. Grøna elframleiðslan var 230 GWt, sum svaraði til góð 50 prosent av samlaðu elframleiðsluni. Orsøkin til, at grøna framleiðslan var lægri enn roknað við er, at nýggja stabiliserandi tøknin í meginøkinum var sett í rakstur seinni enn ætlað, og tí kom ikki so nógvur vindur til høldar, sum annars ætlað.

Hetta merkti eisini, at oljuútreiðslurnar vóru hægri enn væntað.

Sev gjørdi íløgur fyri 210 milliónir krónur í 2023. Størsti parturin, t.e. 70 prossent, er íløgur í netið. M.a. battarístøðin á Sundi, umframt fyrireikingar til komandi útbyggingar. Fleiri nýggjar koplingsstøðir eru í umbúna, herundir tvær við battarískipanum ávikavist í Skálafirði og í Sandoynni.

Eitt stórt arbeiði er eisini gjørt við dagføring av netinum, m.a. við at leggja loftlinjur í kaðal. Á leið 100 kilometrar eru eftir av loftlinjum, sum skulu leggjast í kaðal, serliga í Streymoynni og Eysturoynni.

[object Object]Tá battarískipanin á Sundi varð tikin í brúk fv. Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, Kári Johansen, nevndarformaður í SEV og Aksel Johannesen, løgmaður (Mynd: Jan Müller)

Krevjandi tíð fyri framman

Stórar íløgur standa fyri framman fyri at tryggja, at Føroya fólk fær tryggan og støðugan streym, hóast parturin av óstøðugum orkukeldum økist.

Tíðin styttist til 2030, og skal málið um 100 prosent burðardygga elorku á landi røkkast, skulu fleiri útbyggingar gerast í nærmastu framtíð.

Landsstýriskvinnan við umhvørvismálum hevur almannakunngjørt ætlan fyri framtíðar útbyggingar á orkuøkinum, sum ein arbeiðsbólkur hevur latið úr hondum.

- Vit vóna og vænta, at ætlanin verður fylgd, og at ítøkiligar og smidligar mannagongdir m.a. fyri útboð, verða settar í verk, sum kunnu tryggja, at neyðugar útbyggingar verða gjørdar á ein skipaðan hátt, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í Sev.

Sí ársfrágreiðing og ársroknskap

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2024

42 Leygardagur 20. apríl 2024

Altjóða oyggjaleikanevndin vitjar Føroyar

Endamálið er at vísa nevndini, IIGA, ítróttaligu hentleikarnar – umframt teir hentleikar, sum annaðhvørt skulu umvælast ella eru í gerð

Álendingurin Jörgen Petterson er formaður í altjóða oyggjaleikanevndini, IIGA (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar skulu nú gerast klárar til at hýsa Oyggjaleikunum 2027. Sum liður í hesum er IIGA, sum er altjóða oyggjaleikanevndin, í Føroyum í nakrar dagar fyri at síggja oyggjalandið, sum verður oyggjaleikavertur summarið 2027.

Talan er um eina arbeiðsferð, har nevndin fer at vitja flestu ítróttahallir, vøllir og breytir, sum metast kunnu at verða tikin í nýtslu, meðan Oyggjaleikir eru í Føroyum, eins og tey eisini fara at heilsa upp á umboð fyri lands- og kommunalmyndugleikar, ítróttagreinar og ÍSF.

Endamálið er at vísa nevndini ítróttaligu hentleikarnar – umframt at vísa á teir hentleikar, sum annaðhvørt skulu umvælast ella eru í gerð.

Nevndin fer eisini millum annað at heilsa upp á Føroya løgmann, Aksel V. Johannesen, sum eisini er verji fyri ítróttini, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu við mentamálum, sum umsitur ítrótt, borgarstjórarnar í Havn, Runavík og Klaksvík og aðrar myndugleikar við.

Ítróttasamband Føroya er vertur hesar dagarnar, meðan IIGA er í Føroyum. Ferðalagið fer av landinum aftur mánadagin.

Oyggjaleikir eru størsta tiltakið í Føroyum nakrantíð, og teir verða í døgunum 3. til 9. juli 2027. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. apríl 2024

43 Leygardagur 20. apríl 2024

Til Sveis at spæla móti vertunum, Danmark og Kroatia

EM-lutakastið var á ymsan hátt gott fyri Føroyar, tó at tað serliga er at iðra seg um, at Kroatia kom úr potti 3

Turið Arge Samuelsen og Pernille Brandenborg eftir at EM-plássið kom í hús. Pernille hevur danskan pápa og føroyska mammu - hon er uppvaksin í Danmark, sum Føroyar skulu møta til EM-endaspælið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað er nú greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í EM-endaspælinum í november-desember.

Her er okkara bólkur til EM-endaspælið - Bólkur D:
Danmark
Sveis
Kroatia
Føroyar

Úr styrkislagi eitt var greitt, at tað fór at vera nærum líkamikið, hvør kom úr pottinum: Møguleikin fyri at fáa stig er heilt, heilt lítil móti slíkum londum. Tó varð Montenegro nevnt sum tað liðið, sum Føroyar høvdu havt frægast møguleika ímóti.

Nú gjørdist tað Danmark. Hetta er eitt áhugavert mótsstøðulið. Millum annað tí at man kennir rímiliga nógv til hvønn annan. Fleiri føroyskir spælarar spæla, ella hava spælt, í Danmark, venjararnir eru danir og liðskiparin Pernille Brandenborg er fødd og uppvaksin í Danmark. 

Hetta verður ein risastór uppgáva. Í 2021 vann Danmark við 20 málum í undankappingardysti á Hálsi. Avrikið hjá Føroyum í útidystinum var væl frægari, men hetta er eitt lið, sum so at siga fast er við í stríðnum um heiðursmerkjapláss til endaspæl.

[object Object]Føroyar vóru slett ikki við í dystinum, tá danir vitjaðu í 2021 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fínt at fáa Sveis - Kroatia var heldur keðiligt

Tað allarseinasta landið, sum kom úr pottinum, var Kroatia. Tíverri var bara pláss eftir í bólki D.

Kroatia vann bronsudystin á Danmark í EM-endaspælinum í júst Danmark í 2020. Úrslitini í teimum trimum endaspølunum síðani, hava ikki staðið hesum kurl, men talan er um eitt land við sterkari ítróttar- og hondbóltssiðvenju og nógvum sterkum spælarum. Tað vóru á pappírinum betri møguleikar fyri Føroyar úr potti 3.

Kroatia endaði í potti 3, av tí at tríggjar vertstjóðir eru. Bæði Sveis og Eysturríki hoyrdu heima í potti 3, og Føroyar sleppa at royna seg móti sveisisku vertunum í fyrsta dystinum.

Hetta verður ein stórsligin EM-byrjan fyri Føroyar í stóru St. Jakobshalle í Basel. Har er pláss fyri umleið 12.000 áskoðarum. Hesin dysturin er á pappírinum besti møguleikin fyri Føroyar at spæla ein veruliga tættan dyst og kanka fáa stig. Sveis hevur bert verið í einum endaspælið áður (EM fyri tveimum árum síðani)

Dysturin verður spældur fríggjadagin 29. november.

[object Object]Tey fylgdu við spenningi lutakastinum hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2024

44 Leygardagur 20. apríl 2024

Leggja fyri móti Sveis 29. november - Danmark síðst á skránni

Fríggjakvøldið 29. november spæla Føroyar søguligan dyst í stóru høllini í Sveis. 1. desember er tað Føroyar - Kroatia, og EM-bólkaspælið endar 3. desember, tá Danmark er á skránni

Føroyar vóru í bólki við Danmark í seinastu EM-undankapping. Serliga í Føroyum var munrin stórur. Jana Mittún og hinir skulu aftur takast við danir - men fyrst eru Sveis og Kroatia á skránni í Basel (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Bólkurin hjá Føroyum verður spældur í Basel. Stóra St. Jakobshalle, sum sambært fleiri upplýsingum hevur yvir 12.000 áskoðarapláss, verður karmur um allar dystirnar hjá føroysku kvinnunum.

Tann fyrsti verður søguligur og stórur fyri Føroyar og Sveis. Hetta er bert annað endaspælið hjá sveisisku kvinnunum - vóru eisini við í 2022 - og tað fyrsta á heimavølli. Hetta er tað fyrsta yvirhøvur hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

[object Object]
Anna Maria Halsdóttir Weyhe, Elsa Egholm og onnur fylgja spent við (Mynd: Sverri Egholm)

Hóast Sveis var styrkismett oman fyri Kroatia, so hava okkara helst betri møguleika at koppa Sveis enn Kroatia.

Føroyar taptu við átta málum móti júst Sveis fyri tveimum árum síðani, og við fýra málum í 2018. Tað verður íhvussu er eitt spenanndi fríggjakvøld í Sveis síðst í november. 

Her er føroyska dystaskráin til EM-endaspælið:

29.november: Sveis - Føroyar
1.desember: Føroyar - Kroatia
3.desember: Føroyar - Danmark

Allir dystirnir verða spældir í Basel (St. Jakobshalle)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2024

45 Leygardagur 20. apríl 2024

16 spælarar úttiknir til HM-dystirnar móti Norðurmakedónia

Tórður Guttesen og Bjarni í Selvindi eru eykamenn - serliga Pauli Jacobsen og Tróndur Mikkelsen av teimum úttiknu eru nakað ivasamir. Rói Berg Hansen er skaddur - pláss er ikki fyri Jónasi Gunnarson Djurhuus og Allani Norðberg

Peter Bredsdorff-Larsen hevur hesaferð valt ein bruttohóp á 18 spælarar. Har eru bert tríggir, sum vanliga spæla vengur, tríggir málverjar, eingin Jónas Djurhuus millum bakspælararnir og Bjarni í Selvindi, sum ger bart í bestu norsku deildini, er fyri fyrsti eykamaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

8. mai og 12. mai spælir føroyska A-landsliðið við monnum um pláss í HM-endaspælinum næsta ár. Fyrst verður spælt á heimavølli móti Norðurmakedonia og síðani í Skopje.

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen kunngjørdu fríggjadagin hvørjir 16 leikarar eru úttiknir til dystirnar. Ella í roynd og veru 18: Málverjin Tórður Skorheim Guttesen og Bjarni í Selvindi skulu venja við og vera til reiðar at avloysa spælarar, sum eru nakað ivasamir.

Her er talan um málverjan Paula Jacobsen, sum fyri kortum fekk stóran skaða í eyga, og av útispælarunum serliga Trónd Mikkelsen. Hann hevur næstan ikki hevur spælt síðani EM. Her kann tað gerast upplagt, at liðfelagin í Noreg - ið ger tað so væl har - Bjarni í Selvindi traðkar inn. Men vil tó helst veruliga finna útav, um Tróndur ikki kann spæla ein leiklut, tí hann hevur havt nógv at siga fyri landsliðið; kanska serliga í verjuni.

Teis Horn Rasmussen breyt nøsina fyri kortum, men tað eigur ikki at darvað til hesar dystirnar.

Føroyski hópurin:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)
Eyka: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)
Eyka: Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Vengur:
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Tríggir av teimum royndu, og tríggir sum vóru í EM-hópinum í Týsklandi, eru ikki við. Jónas Gunnarsson Djurhuus hevur verið fast við síðani 2017. Seinastu árini hevur tað verið sum eyka spælskipari, men aðrir eru tiknir fram um til avgerandi dystirnar móti Norðurmakedonia.

Rói Berg Hansen var eisini partur av slóðbrótandi árganginum, sum var til U21-HM í 2017. Vongurin hevur verið skaðadarvaður seinastu tíðina, og Rói er ikki førur fyri at spæla dystirnar. 21-ára gamli Janus Dam Djurhuus er við ístaðin. Hann vandi eisini við liðum upp til EM-endaspælið, og FIF-spælarin er partur av sterka 2002-árganginum.

[object Object]Brøðurnir Janus Dam Djurhuus og Jónas Gunnarson Djurhuus spæla báðir í FIF. Her til "teambuilding" áðrenn EM. Tá vandi yngri beiggin við, og nú er Janus í hópinum, tí Rói Berg Hansen er skaddur. Jónas, ið var við til EM men ikki spældi ein minutt, er ikki í hópinum til dystirnar móti Norðurmakedonia (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Rói Berg Hansen hevur lítið og einki fingið spælt fyri HØJ seinastu tíðina, og er tí ikki úttikin hesaferð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Allan Norðberg hevur verið eykamaður hjá Hákuni West av Teigum seinnu árini, og 30-ára gamli strandingurin hevur nógvar stórar dystir fyri Val - í Íslandi og í evropeiskari kapping - fyri tíðina. Landsliðsvenjaratoymi hevur tó valt, at bert hava tríggjar vengur til hesar dystirnar og Hákun sum einsamallan vinstra vong. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. apríl 2024

46 Leygardagur 20. apríl 2024

Umleið 100 føroyskir áskoðarar fara til Skopje at stuðla

Hondbóltssambandið hevur fingið nógvar umbønir um atgongumerki til avgerandi útidystin í HM play-off umfarinum 12. mai. Yvir 6.000 áskoðarar vera til dystin Norðurmakedonia - Føroyar

Ein stór føroysk fjøld hjálpti føroyska liðnum til EM-endaspælið í Berlin í januar - nú snýr tað seg um at koma til HM (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

8. og 12. mai spæla Føroyar og Norðurmakedonia í HM play-off umfarinum. Dystirnir avgerða hvat av liðunum kemur til HM endaspælið í manshondbólti í januar 2025.

Til fyrra dystin á Hálsi í Havn vórðu atgongumerkini skrædd burtur. Tað er eingin ivi um, at Høllin á Hálsi er vorðin ov lítil til heimadystir hjá manslandsliðnum. Eftir ætlan verður spælt við Tjarnir frá í mars 2025, men tað hevði helst eisini verið útselt beinanvegin til dystin 8. mai - líka yvir 3.000 pláss vera har.

Í Boris Trajkovski ítróttarmiðstøðini í norðurmakedonska høvuðsstaðnum er pláss fyri yvir 6.000 áskoðarum. Sum skilst er eisini stórur áhugi fyri dystinum í Norðurmakedonia, og tað fer helst at kóka í Skopje.

Norðurmakedonskir hondbóltsfjepparar eru kendir fyri at gera nógv um seg, so eitt stórt trýst bíðar føroyska liðnum 12. mai, tá heimáskoðarnir fara at hjálpa Kiril Lazarov og hansara monnum.

Tað verður tó lutfalsliga góður føroyskur stuðul í Skopje. Um teir so fara at hoyrast, er ógvuliga ivasamt, men umleið 100 útiatgongumerki eru umbiðin. Hetta upplýsir Hondbóltssambandið fyri Portalinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2024

47 Leygardagur 20. apríl 2024

KÍF knógvaði VÍF og spældi seg í FM-finalurnar

Ógvuliga tætt og inntens triðja hálvfinala í kókandi høllini í Vestmanna. Royndi strikuspælarin Tony Hammer Weyhe gjørdist stóra hetjan við 21-20 málinum við fáum sekundum á klokkuni

33-ára gamli Tony Hammer Weyhe spældi ógvuliga væl í miðverjini, og við sínum øðrum máli í dystinum syrgdi strikuspælarin fyri, at KÍF skal spæla FM-finalur móti H71 - eins og í 2022 (Mynd: Andrei Antal)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrsta hálvfinalan var ójøvn. Í aðru hálvfinaluni var uppaftur størri munur. KÍF og VÍF vunnu greitt í hvør sínari, og harvið varð lagt upp til stórt brak millum grannarnar í triðju og avgerandi hálvfinaluna í Vestmanna hóskvøldið. Høllin var eisini á tremur við larmandi áskorðum - fleiri í gulum ella reyðum. Tey sóu ein ógvuliga tættan og inntensan dyst, sum ikki varð avgjørdur fyrrenn í seinastu sekundunum.

Tað vóru verjurnar og málverjarnir heldur enn álopini, ið sótu á hesum dystinum. KÍF royndi at fáa leikferðina nakað niður - millum annað við at spæla 7 ímóti 6 fyrsta korterið ella so. Hetta eydnaðist fínt, men útiliðið fekk ikki av álvara gongd í álopið fyrrenn seinastu sjey minuttirnar av 1. hálvleiki. Fram til tá hevði verjan hjá VÍF verið frálík, Mladen Mjermacka tók nógv, og bert seks mál komu inni. So fekk Hans Eli Sigurbjørnsson lagt trýst á, og Rasmus Søby - ið var týðandi - skoraði trý mál.

Harvið hevði KÍF fyrimunin, tá liðini fóru niðurundir í skiftingarrúmini. Tað var 11-9, og útiliðið hótti eisini við at fara avstað fyrstu løtuna eftir steðgin. Tað var 12-16 í 38. minutti, tá eitthvørt við dómaraborðið gjørdi, at ein longri steðgur kom í. Hetta tyktiskt at fáa VÍF at savna seg, og eftir uppafturtøku skoraðu teir í bláum og gulum fýra mál á rað, og so var 16-16. Filip Jojic kom í gongd, og fleiri útvísingar vóru báðar vegir hesa løtuna.

[object Object]
Reyði múrurin gjørdi bart aftur hóskvøldið og hjálpti heilt víst liði sínum (Mynd: Andrei Antal)

Fleiri myndir her

[object Object]Filip Jojic varð toppskjútti hjá VÍF í kvøld við seks málum, men var minni í álopinum enn vanligt. Tað var eisini eitt sindur at undrast á, at Tróndur Johnsson spældi so lítið. Hann setti ferð á fyrstu løtuna (Mynd: Andrei Antal)

Restina av dystinum leikaði ógvuliga javnt á, og ikki meira enn eitt mál var á muni aftur. Tað sást, at hvørt álop og hvør takkling merkti ótrúliga nógv. Fyri KÍF var tað millum annað umráðandi, at Rúni Joensen skoraði uppá øll síni fýra skot av vinstra vongi í 2. hálvleiki og var stinnur sum 2'arini. Áskoðarnir vóru ógvuliga væl við, og reyði múruin hjá KÍF stóði stinnur í horninum. Tað gjørdu verjurnar eisini, og báðir málverjarnir høvdu týðandi bjargingar. Millum annað bjargaði Milenko Jelkan brotskasti frá Filipi Jojic, ið annars hevði skorað øll brotskøstini í hálvfinalurøðini.

Jóhannes Bjørgvin fangaði bólt frá KÍF, tá lítil minuttir var eftir, og so kundi VÍF fara í álop og fáa fyrimunin. Ein krossing millum Dánjal Ragnarsson og Hall Árason miseydnaðist tó, bólturin stakk leysur, og beint sum hann rullaði av síðulinjuni kastaði Hallur seg og fekk skaða í økslini í støðuni. KÍF fór í álop, setti tað væl upp, og royndi strikuspælarin Tony Hammer Weyhe var púra tryggur. 

Tíggju sekund eftir á klokkuni, og VÍF náddi ikki at javna. Harvið ein øðilig frøi á kollfirðingum. KÍF endaði á 5. plássi í landskappingini og 15 stig aftanfyri VÍF. Í hesari hálvfinalurøðini var KÍF tó omaná við tveimum krútsterkum avrikum, og nú bíðar H71 í FM-finalunum. Fyri favroittarnir úr Vestmanna endaði kappingarárið við stórum vónbroti. Liðið livdi ikki upp til vónirnar - tó kann man kanska troysta seg nakað við í Vestmanna, at tað eydnaðist at vinna steypakappingina.

Triðja FM-hálvfinalan í Burn-deildini
Høllin í Vestmanna, 18. apríl
VÍF - KÍF 20-21 (9-11)

Toppskjúttar:
Filip Jojic 6 mál og Rasmus Søby 6 mál

Bronsufinalan millum VÍF og Kyndil verður í høllini í Vestmanna í kvøld kl. 19.

Fyrsti av minst trimum finaludystum millum H71 og KÍF verður í Hoyvíkshøllini í dag kl. 17.

Tá H71 og KÍF eisini hittust í FM-finalunum í 2022, vunnu hoyvíkingar 3-0 í dystum 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2024

48 Leygardagur 20. apríl 2024

H71 aftur í FM-finalunum

Torstein Sivertsen og hinir í H71 vunnu 30-26 á Kyndli í Hoyvík sunnukvøldið

Bogi Hansen varð toppskjútti í Hoyvík við átta málum - hann hevur leiklut sum høgri bakkur í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

H71 misti eina rúgvu av spælarum seinasta summar, men føroyameistararnir seinastu tvey árini eru nú eitt fet nærri at verja sítt heiti. H71 vann greitt á Hálsi í fyrstu hálvfinaluni, og eftir dystin í Hoyvík sunnukvøldið er greitt, at neyðugt er ikki við einari triðju hálvfinalu millum H71 og Kyndil.

Tað leikaði javnt á leingi, men eftir eina løtu í 2. hálvleiki dró heimaliðið frá. Álopspælið var effektivit, meðan Kyndil hinvegin brendi illa. Verjan og Torstein Sivertsen í málinum arbeiddu væl saman. Torstein stóð væl á Hálsi mikukvøldið, og hesaferð var tað uppaftur betri: Ungi málverjin hevði samanlagt 19 bjargingar og var harvið ikki so lagt frá 50 prosententum.

Hetta var við at pilka sjálvsálitið frá teimum grønu. Kyndil kom niður á minus 1, tá tólv minuttir vóru eftir, men ongantíð nærri sigrinum aftur. Nakrar umráðandi bjargingar afturat frá Torsteini og annað forðaði hesum. Tað endaði við fýra-máls sigri, og so kundu mælsku og ungu hoyvíkingarnir syngja "I Surrender". Kyndil hevur havt eitt væl betri kappingarár enn undanfarin á, men men var ov stuttur til finalupláss í báðum kappingum.

Fleiri myndir

[object Object]
Sambært hagtølunum hjá Trok hevur 19-ára gamli Torstein Sivertsen havt 36 bjargingar í teimum báðum hálvfinalunum móti Kyndli. Ein ógvuliga stór orsøk til finaluplássið hjá H71 (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Vestmenningar vóru flúgvandi sunnukvøldið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Í 2021 basti VÍF H71 í FM-finalunum. Og sunnukvøldið varð lagt eitt sindur upp til eina endurtøku av hesum finalunum.

Vestemnningar taptu annars stórt í Kollafirði í fyrstu hálvfinaluni, men sunnukvøldið var vent í holuni: VÍF vann við heili 13 málum á KÍF, og gott lag í Vestmanna.

Heimavøllurin er eitt, men avrikið hjá VÍF var bara væl betri hesaferð. KÍF hevði hesaferð trupulleikar av millum annað Mladen í málinum og fekk bert 8 mál fyri steðgin. Nógvir bjóðaðu seg til hjá VÍF, og dysturin gjørdist ongantíð veruliga spennandi.

Sálarligi fyrimunurin var sostatt hjá VÍF undan triðju og avgerandi FM-hálvfinaluni.

Aðru FM hálvfinalurnar hjá monnum
Sunnudagin 14. apríl

VÍF - KÍF 30-17 (15-8)

H71 - Kyndil 30-26 (13-14)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2024

49 Leygardagur 20. apríl 2024

StÍF tók sigurin á Skála seinastu løtuna

StÍF kann tryggja finaluplássið leygardagin á Hálsi. Tað lá annars til Neistan, tá nakrir minuttir vóru eftir, men so stongdu Momoko Debes og verjan, og StÍF skoraði aftur upp á sínar møguleikar

Natasja Hammer kom innaftur til síðstu løtuna og setti ferð á hjá StÍF. Landsliðsbakkurin varð toppskjútti hjá heimaliðnum við sjey málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tann fyrsta av í øllum førum fýra FM-hálvfinalum í SMS-deildini varð spæld á Skála mikukvøldið. Neistin endaði frammanfyri í landskappingini, men StÍF hevur ment seg gjøgnum árið. Neistakvinnur vóru eisini uttan skadda spælskiparan Mariu Pálsdóttir Nólsoy. Hetta skuldi vísa seg at gerast ógvuliga týðandi.

Tað var StÍF, ið fekk tingini at sita betri fyri steðgin, og burdi heimaliðið verið á odda við fleri enn tveimum málum í steðginum. Einaferð var munurin seks mál, men Yui Shibuya byrjaði at álvara at taka í Neista-málinum seinastu løtuna fyri steðgin. Álopsspælið hevði verið hakkut, men so fór tað at eydnast væl at spæla við tveimum strikum: Brynja Høj skoraði fleiri góð mál av strikuni, og Bjørk Frankdsóttir Joensen tók sakina í egnar hendur í nøkrum førum.

Í 2. hálvleiki brendi StÍF illa. Yui hevði samanlagt 17 bjargingar. Hetta órógvaði sjálvandi nógv. Tað var inntenst og ein meira málfátækur hálvleikur, har japanski málverjin hjá StÍF, Momoko Debes, eisini tók nógv.

[object Object]
Momoko Debes (f. Nakamura) spældi stóran leiklut í sigrinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hetta gjørdist ógvuliga týðandi móti endanum. Brynja Høj skoraði til 22-24, tá beint yvir sjey minuttir vóru eftir. Men so skoraði Neistin ikki aftur. Natasja Hammer, ið hevði spælt væl í 1. hálvleiki men síðani gjørdu ávís mistøk, hevði fingið ein lítlan stegð, men kom nú innaftur og gav Neista-verjuni stórar trupulleikar, og liðnum hjá pápa sínum stórar trupulleikar.

StÍF skoraði seinastu fimm málini og vann harvið 27-24 til stóra frøi fyri stóru fjøldina í høllini á Skála. StÍF hevur nú fyrimunin í finalustríðnum og kann avgerða tað í Havn leygardagin klokkan 15.

Tá skal Neistin reisa seg - álopið støðgaði upp ov ofta, og tað er ikki so løgið, tá ein profilur sum Maria Nólsoy manglar. Liðið er framvegis ógvuliga ungt. Nú skal Neistin vinna hálvfinalu nummar 2 fyri at hava ein møguleika at røkka FM-finalunum.

StÍF - Neistin 27-24 (16-14)
Toppskjúttar: Bjørk Franksdóttir Joensen (Neistin) 8 mál, Natasja Hammer (StÍF) 7 mál

Kyndil er nær finaluplássinum

Tann seinna hálvfinalan í SMS-deildini mikukvøldið millum VÍF og Kyndil, gjørdist ikki eins spennandi sum hin. 

Liðini fylgdust tað mesta av fyrra hálvleiki. Eftir nakað skinklut álopsspæl vísti Kyndil meira, sum hálvleikurin nærkaðist endanum, og VÍF-mistøkini øktust. Tað kundi verið meira, men heimaliðið gagnnýtti útvísing hjá Kyndli og skoraði tvey tey seinastu málini í hálvleikinum. Tað var 11-13 í steðginum.

Hjá VÍF hekk nógv á spælskiparanum Rannvu Olsen. Hon bjóðaði av ferð eftir ferð og royndir at seta spælið upp. Rannvá gjørdist eisini toppskjútti hjá heimaliðnum við fimm málum. Eldra systurin, Agnas, varð toppskjútti í fjórðingsfinalusigrinum í Hoyvík farna vikuskifti, men hevðiongan leiklut á vøllinum hesaferð. Sum skilst var talan um sjúku.

Hetta var annars kanska møguleikin hjá VÍF: Ein sigur í heimadystinum kundi givið góðar vónir, áðrenn leiðin gongur til Havnar.

Kyndil spældi ikki sín besta dyst, men var so mikið sannførandi í nøkrum tíðarskeiðum, at fyrsti hálvfinalusigurin gjørdist tryggur. Tær í grønum sóu eisini út til at hava gott tamarhald á, sum 2. hálvleikur leið. Verjan og Jovana Stanjanac í málinum gjørdu eisini sítt samanlagt, og nú leygarkvøldið 21. apríl kunnu FM-favorittarnir spæla seg í FM-finalurnar.

VÍF - Kyndil 20-26 (11-13)
Toppskjútti: Turið Arge Samuelsen 7 mál

Liðið, ið fyrst vinnur tvær hálvfinalur, spælir seg í FM-finalurnar. Tað er "best av trimum

Aðru hálvfinalurnar
Í dag  í Høllini á Hálsi

15: Neistin - StÍF
17.30: Kyndil - VÍF

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2024

50 Leygardagur 20. apríl 2024

StÍF og VÍF eru í hálvfinalunum

Vestmannakvinnur vendu tí í Hoyvík og sendu føroyameistararnar út eftir brotskøst. StÍF koppaði EB á Skála

Agnas Funn (fyrr Olsen) gjørdi bart við 9 málum í Hoyvík. VÍF og StÍF hava nú spennandi hálvfinalur fyri framman móti ávíkavist Kyndli og Neistanum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Leygardagin vunnu VÍF og StÍF seg víðari úr FM-fjórðingsfinalunum hjá kvinnum í hondbólti.

Vestmannakvinnur koppaðu føroyameistarunum seinastu árini í Hoyvík. H71 hevur eitt yngri lið í ár - fleiri profilar frá undanfarnu árunum eru burtur - men í steðginum var 13-7 til H71.

VÍF megnaði tó at venda tí eftir steðgin, har royndu bakspælararnir, Agnas Funn og Durita Christophersen Jojic, gingu á odda saman við Fríðu Nolsøe Olsen, umframt Vivian Petersen í málinum. H71-álopið steðgaði eitt sindur upp, og Agnas sendi dystin í longda leiktíð.

Har stóð eisini á jøvnum, og so varð neyðugt við brotskaskapping. Har vóru tær í gulum og bláum stinnari, og so var stórur fagnaður. Stór uppgáva bíðar nú VÍF í hálvfinaluni - FM-favorittarnir úr Kyndli.

[object Object]
Landsliðsspælarin Natasja Hammer gjørdist toppskjútt hjá StÍF (Mynd: StÍF)

Á Skála leikaði javnt á fyri steðgin, men í 2. hálvleiki fór StÍF skjótt avstað. Heimaliðið livdi upp til favorittleiklutin, og føroyameistararnir úr 2021 tevja eftir seks-máls sigurin í gjár enn eina FM-finalu.

Neistin hevur havt eitt svingandi kappingarár og verður Mariu Pálsdóttir Nólsy fyriuttan. Profilurin hevur verið undir skurð fyri brot í fingrinum í vikuni. Lagt er upp til spennandi hálvfinalur har.

FM-fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum
Leygardagin 13. apríl
H71 - VÍF 28-31 eftir brotskøst (23-23 eftir vanliga leiktíð)
Toppskjúttar: Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Agnar Funn 9 mál

StÍF - EB 28-22 (13-12)
Toppskjúttar: Natasja Hammer og Talita Alves 9 mál

Tær fyrru hálvfinalurnar verða spældar í dag:

Kl. 15.30: Kyndil - VÍF í høllini á Hálsi
kl. 18: Neistin - StÍF í høllini á Hálsi

Týskvøldið hittast liðini aftur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2024

51 Leygardagur 20. apríl 2024

Víkingur og HB renna frá føroyameistarunum

KÍ tapti fyri aðru ferð í ár í Gundadali. Brendir málmøguleikar hjá millum annað Pálli Klettskarð kostaðu, og Bartal Wardum avgjørdi klassikaran fyri HB. Víkingur vann 2-1 á Skála í Sarpugerði

Stórur fagnaður á HB'arunum nú teir koppaðu KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seks ferðir á rað hevði KÍ vunnið á HB í Betrideildarhøpi, og ikki síðani mai 2019 hevði KÍ tapt týðandi landskappingardyst fyri júst HB. Nú yvirtók HB aftur yvirtakið millum arvafíggindarnar. Við hornasparksmáli seint í dystinum syrgdi HB fyri øðrum KÍ-ósigrinum. Ónøgdin breiðir seg í Klaksvík, nú seks stig eru upp til oddaliðið Víking. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevði sítt baks av Skála men fekk fyri 18. ferð á rað trý stig.

Fyrri hálvleikur í Gundadali var nærum beinleiðis óáhugaverdur at hyggja eftir, í mun til undirhaldsvirði. HB vildi og tordi lítið við bólti, men vardi væl móti KÍ, sum vildi nakað meira, men sum sjáldan skapti nakað samanhangandi. Einki kom heldur burtur úr deyðbóltunum. KÍ kundi tó lagt seg á odda beint fyri hálvleik, tá Bartal Wardum gleið. Teitur Matras Gestsson bjargaði tó væl.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm
Sí fleiri myndir frá dystinum

Hetta var greitt tað mest spennandi, ið hendi fyri steðgin. Hetta var tann fyrsti av trimum risamøguleikum hjá Páll Klettskarð. Hann hevur lagt út sum eitt óløgi í 2024, og toppskjúttin í Betrideildini hevur seinastu vikurnar tryggjað KÍ nøkur stig. Nummar 9 vísti seg væl í spælinum til tíðir móti HB, men kann iðra seg um, at hann ikki fekk hol á: Tvær ferðir í 2. hálvleiki legði Dan í Soylu góðan bólt móti Pálli. Gamaní var ikki so nógv ferð á bóltinum, men áleyparin hevði flutt seg væl, og hevði tað mesta av málinum at stúta bóltin í.

Tað eydnaðist tó ikki at raka tað.

[object Object]
[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

KÍ hevði yvirtak í løtum, og René Shaki Joensen kundi eisini skora, men í 2. hálvleiki vísti HB meira í álopskenda spælinum. Í løtuni eftir at Deni Pavlovic fór av vølli eftir stoyt í høvdið, og útiliðið skifti leikskipan, var heimaliðið greitt omaná, og hevði tveir stórar málmøguleikar.

Jacob Johannsen skoraði tó onkursvegna ikki, og Ari í Haraldsstovu Petersen hevði eisini eina stórbjarging.

Sum heild vóru nógvar óneyvar sendingar í hesum dystinum, og tað merktist, at nógv stóð uppá spæl. Bæði liðini fóru veruliga eftir stigunum seinastu løtuna, og í 89. minutti fekk HB hornaspark í vinstru. Í tveimum førum fekk KÍ ikki ruddað burtur, og so endaði bólturin fyri føturnar á Bartali Wardum, sum var púra eirindaleysur og buldraði bóltin í netmeskarnar.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

1-0 og stór frøi í HB-húsinum. Tað var tað eisini eftir síðsta bríksl, tí hóast nakrar góðar KÍ-støður í yvirtíðini vóru teir á heimaliðnum fyri. Annar 1-0 sigurin á rað hjá Adolfo Sormani og hansara monnum, sum eisini vunnu tepurt á KÍ í stórsteypadystinum. Hetta merkti tó meira - hóast skinklut spæl við bóltinum til tíðir fekk HB søtan sigur, sum merkir, at liðið er væl við í oddinum.

Tað er KÍ ikki. Eftir tvey topp-fýra tap, bæði í Gundadali, er trýstið vaksandi á trýfaldu føroyameistarunum. Gamaní mangla lyklaspælarar sum Jákup Biskopstø Andreasen, Odmar Færø og fleiri aðrir - Cedric Yambere gjørdist eisini skaddur í upphitingini leygardagin - men "ryggurin" í liðnum manglar eitt sindur saman við tí skerpni, sum annars hevur eyðkent KÍ. Ov svingandi í dystum, og aftur mál inn uppá deyðbólt seint í stórdysti. Haakon Lunov hevur nógv at hyggja uppá.

[object Object]Poul Kallsberg (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur greiddi sína skyldu móti Skála

Fyri 18. ferð á rað í Betrideildini fóru víkingarnir av vøllinum við sigri. Talan var um slíkan sigur, sum onkursvegna eyðkennir eitt oddalið:

Stóra leikliga yvirvág, nógvar málmøguleikar, tol, nakað av trýsti á móti endanum, men hildið varð heilt til tepran sigur.

Skála stríddist ógvuliga væl í Sarpugerði, og spenningur var til síðsta bríks. Víkingur burdi tó verið á odda í steðginum, men Jákup Johansen og Finnur Justinussen brendu stórar málmøguleikar.

Jákup var tó við í tveimum málum eftir steðgin. Tað fyrra bleiv eitt heldur "buldrut" upplegg til ein annan stranding, Poul Kallsberg. Hann hevur fingið flúgvandi byrjan uppá hetta kappingarárið, og nú skoraði vongurin sítt fjórða mál í Betrideildini í 2023.

Hetta var tíggju minuttir inn í 2. hálvleik. Tíggju minuttir seinni hevði Jákup Johansen frálíkt innlegg til Geza David Turi, ið var komin væl framvið. Annað málið í ár hjá miðvallaranum, sum kanska er mest umráðandi spælarin av øllum hjá oddaliðnum. 

Útiliðið fekk tó skapt spenning í aftur seinastu løtuna. Eftir hornaspark fekk Kristian Martin Jacobsen sett bóltin í málið til 2-1. Skála royndi at trýsta, men tað endaði við teprum heimassigri: Fimm dystir og 15 stig í Sarpugerði. Í næstu viku kemur B36 á vitjan til satt oddabrak.

Stórsigur til EB/Streym móti níggju ÍF'arum

Fimm dystir, fimm tap og 1-24 í málúrttøku. Tað sær ikki gott út hjá ÍF, eftir at botnliðið í Betrideildini sunnudagin tapti 5-0 í lykladystinum í Streymnesi.

EB/Streymur gjørdi sær hinvegin bara dælt av, at ÍF bert spældi við níggju monnum í 2. hálvleiki. Í yvirtíðini í 1. hálvleiki fekk Bogi Reinert-Petersen sítt seinna gula kort. Fyrrverandi EB/Streymarin fór nakað hart niður í takkling og rakti Jens Erik Bruhn eitt sindur. Sterki miðvallarin var ikki meira enn komin av vøllinum, so fór danin Kasper Sommerstedt óneyðuga hart inn í kroppin á EB/Streymara beint við síðulinjuna. Hann fór sendandi móti betongvegginum, og Rúni Gaardbo sendi sendi Sommerstedt av vølli. Mett varð at talan var um ov vandamikið spæl.

ÍF hevði annars verið nakað vandameiri í 1. hálvleiki, sum var nakað merktur av týdninginum av dystinum - fáir málmøguleikar vóru. 

EB/Streymur kom eisini í yvirtal beint fyri steðginum í 2. umfari, tá B68 vitjaði í Streymnesi. Tá var 0-1, og við 11 móti 10 fekk EB/Streymur eitt mál og eitt stig. Nú var fyrimunurin so stórur, at liðið hjá Sigfríði Clementsen skjótt og væl gjørdi sær dælt av tí.

[object Object]Klæmint A. Olsen skoraði í 1. umfari móti HB, og aftur leygardagin skoraði 33 ára gamli metmálskjúttin eyðkent mál móti havnarfelagi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Klæmint og NSÍ knógvaðu B36

NSÍ er aftur í Betrideildini. Tað hevur verið ein sannroynd í umleið eitt hálvt ár, liðið vann tveir dystir fyrstu fýra umførini og tapti tepurt á útivølli móti KÍ og HB. Tað er tó kanska nú, at tað veruliga kendist sum, at teir gulu og svørtu eru aftur: Nógv fólk við Løkin, álopsfótbóltur og sigur móti liðið, har tað púra greitt er meldað út, at man skal kappast um føroyameistaraheiti.

B36 var leikliga betri í 1. hálvleiki, men tað var týðiligt, at heimaliðið hótti. Lívligu Steffan Løkin og Jasper van der Heyden komu millum annað í góðar støður. B36 hevði millum annað góðar deyðbóltsstøður og innlegsstøður.

Sum heild var nógv ferð á dystinum tað mesta av tíðini, og nógvir nærdystir vóru. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var Mórits Heini Mortensen sera heppin at ikki verða útvístur fyri eitt høgt spark - hann hevði tá longu gult kort, og løtu seinni tók Jens Wedeborg avleiðingina av hesum, og setti Beinir Nolsøe inn. Ungi miðvallarin spældi væl.

Tað var málleyst í steðginum, men í 57. minutt fekk heimaliðið hol á. NSÍ vann bóltin høgt, van der Heyden dribblaði og legði væl innfyri, har Klæmint Andrasson Olsen sveimaði í eyðkendum stíli og stútaði bóltin í málið. Mál nummar tvey í ár hjá málrevinum úr Rituvík, og tað gjørdist tað einasta í dystinum.

Fáar minuttir seinni fekk Símun Sólhelm beinleiðis reytt kort, og so var brekkan tyngri hjá B36. Seinasta hálva tíma liðið royndu teir tíggju í hvítum, men NSÍ var betri skipað í verjustøðu enn í teimum fyrstu dystunum - millum annað við Betuel Hansen í miðverjuni. Tað var eisini nær við, at heimaliðið fekk økt nakrar ferðir, men man fekk ov lítið burturúr nøkrum umstillingum og góðum plássi.

Hetta kunnu teir í gulum tó floyta á nú: Fyrsti "stóri sigurin" í ár og ein staðfesting av, at NSÍ kann bjóða av móti øllum. Tað var 11 móti 11, tá tað varð 1-0.

B36 manglaði Jann Benjaminsen í dag men var annars í sterkastu uppstilling. Nú er ein sigur í Sarpugerði í morgin so at siga eitt krav - í øllum førum kann liðið hjá Dan Brimsvík ikki tapa. So er man longu langt frá 1. plássinum.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

07 Vestur nú í topp-fýra

Ætlanin hjá 07 Vestur er at bjóða av um topp-fýra pláss, og nú fimm umfør eru spæld, eru vágamenn á fjórða plássi - javnt í stigum við B36 og eitt stig framman fyri KÍ og NSÍ.

Liðið hjá Steffen Landro hevur megnað at avgreitt uppgávurnar móti ÍF, EB/Streymi og nú B68 og vunnið við einum máli. Hetta er besta byrjanin hjá felagnum í Betrideildini.

B68 hevur bert eitt stig, og er undir strikuni. Mánakvøldið átti liðið hjá Jákupi á Borg fingið meira burturúr. Heimaliðið hevði góðar støður fyrstu løtuna, og eftir 20 minuttir gagnnýtti Sebastian Lau Nielsen stórt mistak hjá 07 Vestur málverjanum, Sebastian John, sum var langt úti av málinum og skeyt illa út.

Bert tveir minuttir seinni vóru tað stór mistøk í B68-verjuni, sum Emil Grønn Pedersen væl gjørdi sær dælt av. Triðja málið hjá danska áleyparanum í Betrideildini og 1-1.

Nakað av vindi darvaði spælinum, har nógv ferð var á. Tað var lívligt, men nógv mistøk vóru eisini.

Í 58. minutti royndi Filip Brattbakk seg við bleytum lobbara eftir 07 Vestur álop í høgru. Onkursvegna misti Tórður Thomsen bóltinum í málið.

Tað endaði eisini 1-2, men tað lýsti ikki heilt dystin. B68 skapti nógvar góðar støður, og Brian Jakobsen, Villiam Emil Klein og Bartal Páll Klein vóru allir nær við. Skerpni - og partvíst hepni - manglaði, og 07 Vestur vardi fyri seinastu løtu.

Nú koma nakrar uppgerðir, har B68 skal skava fleir stig saman. 07 Vestur skal royna at halda seg í stríðnum um stuttligu plássini.

Sí eisini: Myndir: B68 - 07 Vestur

5. umfar í Betrideildini hjá monnum
Sunnudagin 14. apríl

Víkingur - Skála 2-1 (0-0)
56' Poul Kallsberg (Jákup Johansen) 1-0
67' Geza David Turi  (Jákup Johansen) 2-0
83' Kristian Martin Jacobsen (Djóni Jansson Petersen) 2-1

HB - KÍ 1-0 (0-0)
90' Bartal Wardum (Viljormur Davidsen) 1-0

EB/Streymur - ÍF 5-0 (0-0)
56' Virgar Jónsson (Filip Djordjevic) 1-0
67' Jens Erik Bruhn (Virgar Jónsson) 2-0
78' Virgar Jónsson (Jens Erik Bruhn) 3-0
89' Hannus Esmarsson Eiðisgarð (Filip Djordjevic) 4-0
94 (+4)' Filip Djordjevic (Bergur Poulsen) 5-0
Reyð kort: Bogi Reinert-Petersen og Kasper Sommerstedt

NSÍ - B36 1-0 (0-0)
57' Klæmint Andrasson Olsen (Jasper van der Heyden) 1-0
Reytt kort: Símun Sólheim (B36 - 61')

Mánadagin 15. apríl

B68 - 07 Vestur 1-2 (1-1)
21' Sebastian Lau Nielsen 1-0
22' Emil Pedersen 1-1
58' Filip Brattbakk 1-2

Støðan í Betri deildin hjá monnum 
1. Víkingur 15 stig 
2. HB 12 stig 
3. B36 10 stig 
4. 07 Vestur 10 stig
5. KÍ 9 stig 
6. NSÍ 9 stig
7. EB/Streymur 4 stig
8. Skála ÍF 3 stig 
9. B68 1 stig 
10. ÍF 0 stig

6. umfar í Betrid deildini

Fríggjakvøldið 19. apríl: HB - EB/Streymur
Leygardagin 20. apríl kl. 18.30: KÍ - B68
Sunnudagin 21. apríl kl. 15: 07 Vestur  Skála ÍF
Sunnudagin 21. apríl kl. 15: Víkingur - B36
Sunnudagin 21. apríl kl. 17: ÍF - NSÍ

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. apríl 2024

52 Leygardagur 20. apríl 2024

Jovevic og Bartal fingið sekkin í ÍF

Aleksandar Jovevic er ikki longur høvuðsvenjari í Fuglafirði, og Bartal Eliasen er ikki longur hjálparvenjari. Botnliðið er nú í venjaraloysi

Alexandar Jovevic tók við eftir niðurflytingina hjá ÍF í 2021, fekk liðið uppaftur og og í fjør varð plássð varðveitt (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fimm dystir, fimm tap og eina málúrttøku á 1-24. Tað hevur sanniliga ikki sæð pent út hjá ÍF fyrstu umførini í Betrideildini. Sunnudagin tapti liðið 5-0 í Streymnesi - ÍF fekk tvey reyð kort beint fyri steðgin og so skrædnaði.

Við slíkum úrslitum koma spurningar um venjaratoymi, og varð hetta millum annað tikið fram í Fótbóltsprátinum mánadagin, har Aleksandar Jovevic og ÍF sum heild komu undir luppin.

Nú er greitt, at fyrsta venjaraskifti í Betrideildini verður veruleiki.

- Starvsnevndin skal boða frá at, Ítróttarfelag Fuglafjarðar og venjaratoymið, Alexandar Jovevic og Bartal Eliasen, eru vorðin samd um at enda samstarvið.

- ÍF takkar Alexandar og Bartal fyri tíðina og ynskja teimum alt tað besta framyvir. Arbeiðið at finna nýtt venjaratoymi til besta mansliðið er farið í gongd.

Harvið stendur ÍF uttan nakran venjara í løtuni. ÍF spælir móti NSÍ á heimavølli hetta vikuskiftið.

Aleksandar Jovevic og Bartal Eliasen hava verið venjaratoymi síðani á vetri 2022. Í 2022 flutti ÍF uppaftur í Betrideildina, og í fjør varðveitti liðið sæti. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2024

53 Leygardagur 20. apríl 2024

Nýggjur finalistur skal finnast

Nú er greitt, hvussu liðini møtast í fyrsta umfar og í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum. NSÍ - KÍ er ein av dystunum 12. juni

Heðin Arge, vertur í Televarpinum, og Rannvá B. Andreasen, ið tók sær av lutakastinum (Mynd: Hans Erik Danielsen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Steypafinalan í kvinnufótbólti í fjør, sum var millum NSÍ og KÍ, verður ikki endurtikin í ár. Tað er greitt, eftir at lutakast hevur verið til 1. umfar og til fjórðingsfinalurnar til ársins steypakapping hjá kvinnum.

1. umfar (mikudagin 8. mai)
AB – Víkingur

Fjóðingsfinalurnar (mikudagin 12. juni)
HB – Skála
AB ella Víkingur – FC Hoyvík
NSÍ – KÍ
B36 – TB/FCS/Royn

Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar 27. august og 25. september, meðan finalan verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2024

54 Leygardagur 20. apríl 2024

Spenningur til síðsta dyst í Føroya Tele-deildini hjá monnum

Leingi hevur verið greitt, at Mjølnir og SÍ fóru fóru at møtast í FM-finaluni, men enn er ikki avgjørt, hvør fær heimavallarfyrimunin í fyrru finaluni

 
SkrivaÐ:

Innsent

Reglurnar siga, at tvær finalur skulu spælast, og at nr. 1 í landskappingini hevur heimavøll í fyrru finaluni, og at seinna finalan verður spæld á uttanveltaðum vølli, sum Flogbóltssambandið ásetur.

Hvør fær heimavøllin í fyrru finaluni, verður avgjørt á síðsta leikdegnum í dag, tá Mjølnir og SÍ møtast í Klakvík. Mjølnir er fremri á stigatalvuni, sum nú er, men vinnur SÍ 3-0, so gerast tey jøvn í stigum, og so siga reglurnar, at settmunurin er avgerandi. Men vinnur SÍ 3-0, so verða bæði liðini eisini jøvn í settmuni: +27.

Tá siga reglurnar, at: “Stendur eisini her á jøvnum, eru innanhýsis dystir bæði í innleiðandi umfarinum og í deildini avgerandi – íroknað bóltmun. Stendur enn á jøvnum, verður umdystur leiktur.”

Úrslitini í dystunum teirra millum hava verið:
12. november: SÍ – Mjølnir 2-3
10. desember: Mjølnir – SÍ 3-1
08. apríl: SÍ – Mjølnir 3-1
20. spríl: Mjølnir – SÍ ?-?

Skuldi SÍ vunnið síðsta dystin 3-0, so merkir tað, at SÍ hevur 7 stig og Mjølnir 5 í innanhýsiskappingini teirra millum, og tí hevði SÍ fingið heimavøllin í fyrru FM-finaluni.

Men hetta er bara galdandi um SÍ vinnur 3-0. Øll onnur úrslit merkja, at Mjølnir fær heimavøll í fyrru FM-finaluni.

Støðan í Føroya Tele-deildini, menn:

NrLiðDystirSettmunurStig
1Mjølnir153039
2152436
3ÍF14-219
4Fleyr15-717
5Ternan15-450

Hevur heimavøllurin týdning?
Eru sannlíkindini størri at vinna á heimavølli, so hevur heimavøllurin stóran týdning í fyrru FM-finaluni, tí hagtølini siga, at enn er tað ongantíð komið fyri, síðan farið varð at spæla finalur í 2010, at liðið, sum vann (*)fyrstu finaluna, ikki er vorðið føroyameistari.

*Frá 2010 til 2015 var spælt best av trimum dystum.

ÍF – Mjølnir 0-3 (16-25, 11-25, 16-25)
Sunnudagin fylgdi ÍF so dánt við fyrstu løtuna av dystinum, men við seks stigum á rað fór Mjølnir frá 14-11 upp á 20-11, og so varð talan um avsmurning. Fleingjan var ikki minni í øðrum setti, har Mjølnir fór frá 8-4 til 17-4 í einum høggi, áðrenn settið varð vunnið 25-11. Í triðja setti fylgdi ÍF við til 10-10, tá tað fór at dragna millum liðini, og Mjølnir vann aftur við trivaligum tølum.

SÍ – Fleyr 3-1 (25-20, 23-25, 25-19, 25-15)
Skuldi SÍ framvegis hava møguleika at taka fyrstaplássið frá Mjølni í síðsta dystinum í sjálvari landskappingini, so skuldi dysturin ímóti Fleyr vinnast við minst 3-1. Og tað eydnaðist akkurát.

Fleyr fylgdi við til 18-18 í fyrsta setti, men so vann SÍ avgerandi bóltarnar og settið 25-20. Fleyr legði seg á odda 6-0 og 9-1 í øðrum setti, men var kortini líka við at tveita sigurin burtur, men við triðja settbóltinum eydnaðist at toga settið heim. Fleyr beit eisini frá sær í triðja setti, men eftir 16-16 sleit SÍ seg leyst og vann síðani 25-19. Fjórða sett vann SÍ 25-15 uttan himpr.

Hjá Fleyr er bert teoretiskur møguleiki at vinna bronsumerkini. Skuldi Fleyr vunnið sær trý stig ímóti ÍF týsdagin, so fer Fleyr eitt stig framum ÍF, men við sigri á Ternuni, sum einki sett hevur vunnið og tíansheldur einki stig, tekur ÍF bronsuna aftur fríggjadagin.

Síðstu dystirnir í Føroya Tele-deildini (fyri FM-finalurnar):
16. apríl: Fleyr – ÍF
19. apríl: ÍF – Ternan
20. apríl kl. 13: Mjølnir – SÍ í Badmintonhøllini í Klaksvík

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2024

55 Leygardagur 20. apríl 2024

Sumbiar Ítróttafelag er endurstovnað

Hetta hevur sera stóran týdning fyri trivnaðin, siga stigtakarar. Endurstovnanin er fyrst og fremst til kappróður. Halltóra Joensen er forkvinna í nevndini

Í Sumba hava tey serliga spælt fótbólt og róð kapp. Nú verður lagt frá landi aftur (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Sunnast í Føroyum í ein útsynning búleikast sumbingar um fjørðin kring. Her býr eitt mergjað fólkaslag í ítrótti sýna okur tað.

Soleiðis byrjar kendi ítróttasangurin hjá sumbingum, sum millum annað er kendur úr Rundferðini. Sangurin um styrkina hjá sumbingum í ítróttum - hóast tey eru fá.

Sumbiar Ítróttafelag varð stovnað í 1940. Í felagnum hevur verið størst virksemi innan fótbólt og kappróður, sum búmerki eisini vísur.

Sumbingar eru tiltiknir sterkir og reystir, og síðst í 1950'unum og í 1960' unum gjørdi Sumbingur um seg í kappróðri hjá 10-mannaførunum.

Innan fótbólt vóru gyltu árini fram ímóti aldarskiftinum. Frá 1991 til og við 2000 var besta mansliðið í Sumba í fremstu mansdeildini í samanlagt fýra ár. Hetta er óhoyrt við so lítlum fólkagrundarlagi og var talan um evropeiskt met.

[object Object]
Á eyðkenda Krossinum í Sumba - ein av teimum vøkru og serstøku leikvallunum

Í løtuni búgva beint undir 250 fólk í bygdini Sumba og beint undir 340 í Sumbiar kommunu - Lopra, Víkarbyrgi og Akrar eru eisini í kommununi.

Í fótbólti varð lagt saman við VB tíðliga í hesari øldini - nú eitur liðið FC Suðuroy. 
Sumbiar Ítróttafelag hevur ikki verið virkið í longri tíð, men er nú endurstovnað. 

Nevndin í Sumbiar Ítróttafelag varð skipað soleiðis á fundi í mánadagin:
Forkvinna: Halltóra Joensen
Kassameistari: Esther J. Skyt
Skrivari: Heidi Kjærbo
Eykalimir: Bjarma J. Joensen
Eykalimir: Majbritt úr Hørg

Stigtakararnir siga, at tað hevur sera stóran týdning fyri trivnaðin í lítlu bygdunum.

- At gleðast og heppa uppá okra raska ungdóm, ið ár fer at royna seg í barnakappróðri.

Keldur: Sumbiar Ítróttafelag, rsf.fo, bolt.fo, faroesoccer.com og hagstova.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2024

56 Leygardagur 20. apríl 2024

Gull og bronsa á Tuff Nuff

David Kunoy tapti í sera hørðum dysti – Teitur Annand vann gullið uttan mótstøðumann í finaluni

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tveir av teimum royndastu boksarunum hjá Tórshavn Boksing, Teitur Annand Berg og David Kunoy vóru farna vikuskiftið í Danmark fyri at boksa í serligu altjóða kappingini Tuff Nuff í Vordingborg.

Báðir boksararnir skuldu boksa tveir dystir í hesi kappingini, eisini um teir taptu tann fyrsta dystin. Tað er tað óvanliga við júst hesi kappingini.

Leygardagin fekk Teitur møguleika fyri at hevna ein ósigur í februar, tá hann tapti móti einum boksara hjá Team Bredal, Junus Pedersen.

Hesaferð gekk betur hjá Teiti – hann byrjaði eitt sindur fjálturstungin, men kom skjótt upp í tempo og fekk sett fleiri hørð sløg inn, seliga tey djúpu, gjøgnum allan dystin, og hetta gjørdi, at mótstøðumaðurin mátti niður í ferð.

Hetta gjørdi, at Teitur vann dystin greitt, og vann seg harvið til finaluna dagin eftir.

David Kunoy boksaði ímóti Matias Mehmet Buyudemir frá Amager Boxing Club, ABC, sum er greitt tann besti í sínum vektflokki í Danmark, og einans hevur tapt ein av sínum 24 dystum higartil.

Lagt varð upp til ein harðan dyst – helst tann harðasta dystin hjá Davidi higartil. Hann fór upp í ringin við góðum treysti, og var eitt sindur afturhaldandi at byrja við, men lat upp og restin av dystinum varð boksaður í einum øgiligum tempo.

Men David tapti hesa hávfinaluna, men hóast tað, varð hann róstur frá øllum síðum fyri innsatsin, eisini av mótstøðumanninum sjálvum, sum megnaði at fylgja við í høgu ferðini gjøgnum allan dystin.

Eftir hesar báðar dystirnar máttu báðir føroysku boksararnir í sveittatroyggjurnar og upp á kondisúkklurnar aftur fyri at koma niður á røttu vektina aftur tíðliga næsta morgun.

Sunnudagin skuldi Teitur møta einum svenskum mótstøðumanni í finaluni. Men okkurt gekk galið, og tað bar ikki til at finna ein mótstøðumann til Teit, sum sostatt ikki fekk nakran dyst, men gull um hálsin uttan at boksa.

David skuldi boksa bronsufinalu móti Ali Hussain frá Sydhavsøerne BK. Hetta gjørdist ein harður og javnur dystur, har báðir boksararnir vóru sinnar at berjast.

David hevði tó betri tak á mótstøðumanninum, og vann dystin, tó ikki við øllum dómaraatkvøðunum.

Eitt serligt við hesum dystinum, var, at í báðum hornunum høvdu venjararnir Meng til eftirnavn.

Morten Meng, boksivenjari, og pápi professionella boksaran Oliver Meng, stuðlaði og ráðgav boksaranum frá Sydhavsøerne, meðan systkinabarn hansara Martin stóð hinumegin og gav góð ráð til sín boksara, David Kunoy. Martin Meng er formaður og høvuðsvenjari í Tórshavn Boksing. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2024

57 Leygardagur 20. apríl 2024

FM í buldring fyri fyrstu ferð

Buldring er klintring í lágum hæddum – FM kappingin fer fram á Baccalao í Havn

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hetta vikuskiftið skipar Klintrisamband Føroya fyri FM í buldring á fyrsta sinni. Kappingin verður hildin í høllini hjá Havnar Klintrifelag í Bacalao á Vestaru bryggju í Havn.

Buldring er ein ítróttagrein, sum veruliga hevur tikið dik á seg í Føroyum, síðani klintrihøllin hjá Havnar Klintrifelag varð tikin í nýtslu í 2020. Tá man buldrar, klintrar man á lutfalsliga lágum klintrileiðum, og tískil hevur klintrarin ikki brúk fyri trygdarreipi. 

Fríggjadagin var eitt innleiðandi umfar. Teir seks klintrarnir, sum klára seg best í undanumfarinum, koma víðari til FM finaluna leygardagin, har føroyameistarin í buldring skal finnast. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2024

58 Leygardagur 20. apríl 2024

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er við aftur á føroyska landsliðnum

Føroyska talvlandsliðið - her avmyndað í India í 2022. Somu fimm telvarar fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í Budapest í september. F.v. Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard, Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft.
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.

Liðið verður júst hitt sama sum á seinastu OL-kappingini í Chennai í India í august 2022.

Tað merkir, at stórmeistarin Helgi Dam Ziska er við aftur á føroyska landsliðnum.

Ósemjan, sum fekk okkara besta telvara at taka seg av landsliðnum í fjør heyst, tá Føroyar luttóku í kappingini fyri smátjóðir í Evropa umframt í stóru EM-stevnuni, er nú greidd í sátt og semju millum partarnar.

Manningin verður henda: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Luitjen Akselsson Apol og John Rødgaard. Allir hava játtað, at teir eru fúsir og tøkir.

Tað verður tí sterkasta lið, sum Føroyar fara at senda til Ungarn í heyst.

John Arni Nilssen, sum hevur triðhægstu ratingina av føroysku telvarunum, er gliðin av føroyska styrkilistanum, tí hann hevur rætt og slætt telvað ov lítið í seinastuni. Martin Poulsen, sum var við á landsliðnum í fjør heyst, var júst ov stuttur hesaferð. Luitjen Akselsson Apol hevur við FM-sigrinum á páskum tryggjað sær sæti á liðnum.

Talvolympiadan verður í ungarska høvuðsstaðnum Budapest í døgunum frá 10. september til 23. september í ár.

Eftir nýggjasta styrkilistanum, ið kunngjørdur var 1. apríl, standa Føroyar nummar 76 í røðini av heimsins 203 talvtjóðum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. apríl 2024

59 Leygardagur 20. apríl 2024

Føroyskir bridgespælarar í íslendskari kapping

Fyrst i mai fara fýra føroyskir bridgespælarar at spæla við í stórari íslendskari bridgekapping - Kjørdæmismótinum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Kappingin er millum lið úr øllum íslendsku valdømunum – kjørdæmunum – og Føroyar eru við sum eitt eyka valdømi.

16 spælarar eru á hvørjum liði og kappingin er skipað sum liðkapping fyrsta vikuskiftið í mai.

Føroyingar hava havt bridgesamstarv við Ísland í meira enn 50 ár og hava luttikið í Kjørdæma-kappingini seinastu 15 árini.

Tvær ferðir hevur kappingin verið hildin í Føroyum, har umleið 100 íslendiskir bridgespælarar hava vitjað í Havn.

Føroya Bridgesamband hevur avgjørt, at trý landslið skulu luttaka í EM í summar.

Umframt opið lið, fara eisini kvinnulandsliðið og eitt veteranlandslið at luttaka. EM í bridge verður í Herning í Danmark mánaðarskiftið juni-juli.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. apríl 2024

60 Leygardagur 20. apríl 2024

Tveytúsund børn við á Skúlaleikum í ár

Týsdagin verður endabresturin við luttøku av 324 næmingum kring landið

 
SkrivaÐ:

Innsent

Triðja árið á rað hava Skúlaleikir vitjað kring landið, og aftur í ár hevur luttøkan vera sera góð. Næstan 2.000 úr næmingar hava luttikið á teimum 13 undanstevnunum kring landið, og stóri landsstevnudagurin verður týsdagin 23. apríl í høllina á Hálsi í Havn. 

Tá fara 324 næmingar at dystast í teimum seks ítróttagreinunum, sum eru við í Skúlaleikum í ár. 

[object Object]

Slagorðið hjá Skúlaleikum er ”felagsskapur og rørslugleði fyri øll”, og tí snúgva stevnudagarnir seg fyrst og fremst um felagsskapin. Øll kunnu verið við, og øll hava ein leiklut á sínum liði. 

Næmingarnir hava heppað á floksfelagar, givið smíl og high-fives, savnað vinir úr øðrum flokkum og yvirhøvur verður stórur dentur lagdur á felagsskapin á degnum. Vælupplagdir lærarar og glaðir næmingar hava roynt seg í seks ítróttagreinum, sum eru lagaðar til skúlaítrótt. Tær eru  frælsar ítróttir, flogbóltur, badminton, rógving, kurvabóltur og rørslumegi. Parasport hevur verið størri partur av Skúlaleikum í ár, og tí hava næmingarnir m.a. runnið við og uttan bind fyri eyguni, kasta sitandi og róð stafet uttan at tosa saman.

Hvør stevna endar við, at vit heiðra dagsins hepp, besta felagsskap, og so finna vit tann flokkin, sum samlað hevur klárað seg best, og sum tí skal umboða økið til landsstevnuna. 

Flokkarnir á landsstevnuni 23. apríl eru:

4. flokkar:  Eysturkommuna, Eysturskúlin, Skúlin við Løgmannabreyt, Tvøroyrar Skúli og Vestmanna Skúli. 

5. flokkar: Keldan, Skúlin á Fløtum (d), Santa Frants Skúli (a), Skála Skúli, Skúlin í Eysturkommunu og Vágs Skúli. 

6. flokkar: Sumbiar Skúli, Skála Skúli, Skúlin við Løgmannabreyt, Skúlin á Fløtum (b) og Skúlin í Eysturkommunu.

Leikirnir verða settir í Høllini á Hálsi klokkan 9.30 og halda fram til klokkan 14. Umframt í Høllini á Hálsi, fara leikirnir eisini fram í Dansifrøi, Gundadalshøllini og á Tórsbreyt. Øll áhugað eru vælkomin at hyggja framvið at uppliva góða huglagið. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. apríl 2024

61 Leygardagur 20. apríl 2024

Andriása, systkinabarnið við Norðskála, farin

Leygardagin 13. apríl andaðist Andriása Joensen frá Norðskála 89 ára gomul. Tað er so ymist, hvussu lívið lagar seg hjá okkum menniskjum frá byrjan til enda

Andriása sum smágenta
SkrivaÐ:

Minningarorð / Janus Jensen

Leygardagin 13. apríl andaðist Andriása Joensen frá Norðskála 89 ára gomul. Tað er so ymist, hvussu lívið lagar seg hjá okkum menniskjum frá byrjan til enda. Hjá Andriásu var byrjanin heldur harðlig, tí hon var fødd eitt gott hálvt ár aftaná, at faðir hennara, norðskálamaðurin Andreas Dam, slerdi út nakað norðan fyri Føroyar á ferð heim úr Íslandi við toftaskipinum Elsu í mai 1934. Dimmalætting skrivar soleiðis um hendan tilburðin t. 23. mai 1934 undir heitinum Syndarlig ólukka: 

”Toftaskipið ´Elsa´ hevði ring boð at bera, tá ið tað fríggjadagin kom heim úr Íslandi. Tætt undir Føroyum misti tað ein mann, Andreas Dam úr Norðskála. Hann var 25 ára gamal, og giftist stutt áðrenn hann fór á Suðurlandið.”

Ein lítil troyst var tað tó, at ein góðan mánað seinni var líkið av Andreasi funnið. Um hetta skrivar Dimmalætting t. 9. juni 1934 undir heitinum Fundet Lig:

”Aberdeen trawleren ”Loch Long” indkom for nogle Dage siden til Klaksvig med et Lig, der var fundet i Trawlet under Fiskeri nordfor Færøerne. Liget viste sig at være Fisker Andreas Dam, Nordskaale, der den 18. f.M forulykkede om Bord paa ´Elsa´, medens Kutteren paa Vej hjem befandt sig nordvest for Færøerne. Liget er blevet ført til Tofte, hvor Begravelsen foregik i Forgaars under meget stor Deltagelse. Andreas er grivin í gamla kirkjugarðinum á Nesi.”

Mamma Andriásu, Hanna, var dóttir Onnu og Johan Hendrik Højgaard í Brekkum. Johan Hendrik var sonur Brekk-Hanus, og Anna var ættað úr Leigustovuni. Tey giftust í 1905 og bygdu í Brekkugerðinum. Tey fingu døturnar Hansinu Petrinu Højgaard, sum doyði sum 1 ára gomul, og Jóhonnu ( Hanna) Petrinu ( 1907 – 1952). Johan Hendrik gjørdist ikki gamal maður, hann doyði brádliga av heilabløðing í 1909, bert 30 ára gamal. Í 1915 giftist Anna uppaftur við Theodor Poulsen á Heyggi, og tá fekk Hanna systkini Hendrik (1916), Magga (1918), Palla (1920) og Kathrinu (1923).

Hanna, móðir Andriásu, og Andreas giftust í 1934, ein góðan mánað, áðrenn hann fór lagnutúrin við Elsu. Fyrstu árini eftir vanlukkuna búðu tær báðar inni í Brekkum, men seinni giftist Hanna uppaftur við beiggja Andreas, Martini, og búsettist við Norðskála u. 1941. Martin var sjómaður og sigldi sum kokkur í nógv ár m.a við fleiri skipum av Toftum. Hanna gjørdist ikki gomul, hon doyði í 1952, bert 45 ára gomul. Martin doyði í 1987.

Andriása giftist í 1955 við vestmenninginum, Arna Joensen. Arni var ættaður av Heygum í Vestmanna og var yngstur av 9 systkjum, seks brøður og tríggjar systrar. Arni var telegrafistur og sigldi í nógv ár bæði við trolara og nótabáti. Arni doyði í 1988. Ein bróðurdóttir Arna, Fía í Túni, sum býr á Toftum, segði fyri mær, at við Andriásu fór seinasta fólkið av hesum ættarliðinum t.e. teimum níggju systkjunum við makum.

Andriása og Arni búsettust á Gerðisheygnum í Vestmanna. Tey fingu 3 børn: Hans Andreas ( 1955 – 2019), Ann ( 1958) og Martin ( 1967). Í 1975 flutti familjan til Norðskálar í barnaheimið hjá Andriásu. Áðrenn Arni doyði, høvdu tey fingið sær fatur á einum grundstykki uppi á Rættargørðum við teirri ætlan at byggja sær eini fitt lítil hús á gamalsaldrinum. Partur av hesi ætlan var, at Hans Andreas, sonurin, sum nú hevði fingið familju, skuldi yvirtaka gomlu húsini. Húsini hjá Andriásu uppi á Rættargørðum stóðu liðug í 1992, og har hevur hon búð síðan. Tá Arni var deyður fór Andriása at arbeiða á røktarheimi fyri eldri fólk. Hon arbeiddi m.a. í nógv ár á ellis- og røktarheiminum Valhøll í Syðrugøtu.

Hóast Andriása bert búði á Toftum ein part av barnaárunum, so kendi hon seg altíð sum part av familjuni í Brekkum. Hon kom altíð, tá okkurt serligt, so sum føðingardagar v.m., var á skránni. Andriása var gumma mín, so vit bæði høvdu altíð eitt serligt samband. Eg havi serliga merkt hetta, nú hon eldist og sat einsamøll á Rættargørðum. Hon ringdi ofta og hevði hug at práta, og tað var altíð ein frægd at práta við hana av tí, at hon kendi og visti um ómetaliga nógv fólk og viðurskifti, sum vóru fremmand fyri mær. Hon var púra klár líka til tað seinasta og fylgdi sera væl við, hvussu tað gekst hjá skyldfólkunum á Toftum.

Eitt er vist, eg fari at sakna samrøðurnar við mína klóku gummu við Norðskála. Tó hugsi eg, at saknurin verður stórstur hjá tykkum við Norðskála.

Janus Jensen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. apríl 2024