Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 31. august 2024 | Nr. 35 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Stór alda aftanífrá holvdi Naddodd

SíÐa 2

1 Leygardagur 31. august 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

At snúgva sær uttan um grundlógina

Spennandi tíðir liggja fyri framman í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, nú ein heilt serlig grein í heimastýrislógini verður tikin í brúk til tess at royna at skaffa Føroyum atgongd til heimshandilsfelagsskapin, ið kallast World Trade Organization, WTO.

Hvussu stórt gagn Føroyar fáa av hesum limaskapi, um nakað, hava vit ikki møguleika ella kunnleika fyri at meta um.

Tað meira áhugaverda í hesum er, at tað leingi hevur verið eitt breitt politiskt ynski í Føroyum at gerast partur av WTO. Mett verður, at tað er ein forðing fyri okkum at fáa handilsavtalur í lag, at vit ikki eru limir, hóast vit leingi hava verið eitt egið tollumráði við fullum ræði á okkara handilsligu viðurskiftum, og tí áttu at verið limur í hesum felagsskapi, ið ikki neyðturviliga er fyri sjálvstøðugar statir, sum annars er forðingin í øðrum altjóða samanhangum.

Sum skilst er tað heldur ikki politiski hugburðurin í Danmark, sum er ein trupulleiki, men hinvegin evsti løgfrøðiligi instansur uttan fyri rættarskipanina, nevniliga løgfrøðingarnir í danska løgmálaráðnum, sum halda fast við, at føroyska ynskið er í stríð við donsku grundlógina.

Grundlógina, sum hevur verið galdandi í Danmark síðan 1848 og – stórt sæð – ikki hevur verið broytt, uttan so at okkurt kríggj hevur førkað donsku landamørkini, ella – í dag sjálvfylgilig – rættindi eru givin kvinnum; atkvøðurætt í 1915 og rættin at sita á trónuni í 1953. Annars verður grundlógin ikki broytt, og slett ikki fyri at koma føroyskum ynskjum á møti – til tess er prosessin alt ov trupul.

Fyri gerandisføroyingin er grundlógin ikki so líkatil at fyrihalda seg til, al tann tíð, at Føroyar ikki eru lýstar sum sjálvstýrandi partur av ríkinum og løgtingið als ikki nevnt, hóast grundlógin seinast varð broytt og samtykt í 1953 – fimm ár eftir at vit fingu heimastýrislógina.

Men hóast vit ikki eru nevnd í grundlógini, so hava vit vunnið okkum so mikið stórt sjálvræði, at danskir myndugleikar og politikarar ikki longur hava nakað at siga her, uttan á teimum málsøkjum, sum halda saman upp á ríkið, kongshúsið, gjaldoyrað, rættarskipanin, løgregluvaldið og hervaldið.

Sum skilst, so er nú semja millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina um, at vit eiga at fáa limaskap í áðurnevnda altjóða felagsskapi. Og fyri at sleppa uttan um juristarnar í løgmálaráðnum, hevur løgmaður hálað fram eina grein í heimasýrislógini, sum ongantíð hevur verið brúkt, nevniliga ein gerarætt at taka støðu í ósemjum. Rætturin er samansettur av trimum hægstarættardómarum, og tveimum umboðum fyri stjórnirnar báðar.

Og harvið er tað so snilt, at um semja er millum tey fýra stjórnarumboðini, so er tað líka mikið hvat hægstarættardómararnir halda, og harvið kann sleppast uttan um grundlógina, ella rættari sagt eina ávísa tulking av grundlógini.

Yvirhøvur bara tankin um at taka slík listabrøgd í brúk tykist illgrunasamt og ófrættakent. Men OK, um tað er mátin at vinna okkum sjálvsøgd rættindi, so lat tað sleppa at standa sína roynd. Men tað vildi verið vágiligt at gjørt tað uttan so, at fullvissa er um, at semja er í politisku umboðanini. Í Føroyum er breið semja um føroyska ynski at gerast WTO limur, men er eisini ein breið donska semja? Ella er tað bera ein sínámillum avtala millum tveir sitandi sosialdemokratiskar stjórnarleiðarar?

Spennandi verður ... 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3298

    Lisnar síður: 12132

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 31. august 2024

Stór alda aftanífrá holvdi Naddodd

Norska løgreglan heldur ikki, at nakar kann ábyrgdast fyri vanlukkuna, sum kostaði 29 ára gomlu Karlu Dana úr Meksiko lívið

(Mynd: Norska løgreglan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Norska løgreglan ger ikki meira við vanlukkuna sum hendi føroyska seksæringinum Naddoddi, ið týskvøldið holvdist í illveðri einar 14-15 fjórðingar út fyri Stad í Noregi.

Vanlukkan kravdi eitt mannalív. 29 ára gamla Karla Dana úr Meksiko, búsitandi í Florida, kom at hanga føst undir bátinum tá hann holvdist. Morgunin eftir var líkið av hennara funnið.

Hini fimm, teirra millum Livar Nysted úr Hvannasundi, vórðu øll bjargað upp í bjargingartyrlur og flutt inn til Forø.

Trý neyðarkøll
Tvær ferðir týskvøldið bleiv bjargingarátak sett í verk av Naddoddi.

Tá bjargingarmanningin kom til Naddodd fyrstu ferð, helt bátsmanningin, at tað varð leitað eftir onkrum øðrum. Manningin signaleraði at alt var í lagi, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.

Tá tað so kom eitt nýtt neyðarkall, varð mett, at talan var um nýggjan falskan alarm. Rykt bleiv ikki út fyrr enn triðja neyðarkall kom og sporingin til bátin hvarv.

Stutt kann sigast, at manningin hevur greitt frá, at veðrið var ógvuliga skiftandi. Tey hava greitt frá, at fyrstu neyðarkallini munnu vera send út sjálvirkandi uttan, at manningin sjálv helt seg vera í havsneyð.

[object Object](Mynd: Forsvaret/Kystvakten)

Eingin kann ábyrgdast
Norska løgreglan sigur hetta vera eina syrgiliga vanlukku, og at eingin kann revsiábyrgdast fyri at hon kravdi eitt mannalív. Hetta var ein privat ferð sum manningin sjálv hevði tikið stig til.

Veðrið á túrinum bleiv væl verri enn tað skuldi vera.

Stóra seglið varð tikið niður, og eitt minni segl varð uppi tá ein stór alda kom aftanifrá og holvdi Naddodd, sigur løgreglan.

[object Object]Hesi mannaðu Naddodd á lagnuferðini: Livar Nysted, havrógvari úr Føroyum, Georg Aebi, Karla Dana, víkingafornfrøðingur úr Meksiko/USA, Andi Fitze, skipari og kanningarleiðari úr Sveits, Martin Fitze og fotografurin Saeny Blaser

Føst undir bátinum
Øll seks av manningini endaðu á sjónum, men 29 ára gamla kvinnan sat føst undir bátinum.

Manningin kláraði til endans at fáa hana leysa, men eftir roynd at lívbjarga, staðfestu tey, at lívið ikki stóð til at bjarga.

Tey fimm kláraðu at koma í gummibjargingarbátin, og vórðu síðan bjargað upp av tyrlum.

Naddoddur legði frá landi við Naddoddaneystið á Tvøroyri farna leygardag. Mikudagin varð Naddoddur sleipaður til Måløy, og hóast hann var søkklaðin sá hann ikki út til at hava tikið skaða annað enn, at mastrarnar vóru burtur.

[object Object]
Naddoddur fór av Tvøroyri farna leygardag klokkan 15 (Mynd: Helgi Enni) 

[object Object]

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2024

3 Leygardagur 31. august 2024

Okur mistu Karlu Dana

Henda sera dámliga, unga vísindakvinna úr Meksiko, sum búði í Orlando í Florida í USA búleikaðist í Naddoddaneystinum á Tanganum á Tvøroyri í hálvaaðru viku, til veðrið loyvdi teimum at leggja frá landi og út á hav á ta lagnutungu víkingaferðina til Norra

(Mynd: Naddoddafelagið)
SkrivaÐ:

Minningarorð / Sonne Smith

Okur í bátafelagnum Naddoddi á Tvøroyri syrgja, tvørafólk syrgja, suðuroyingar syrgja, Føroyar syrgja, jeg syrgi um okkara kæru, andríku, fyrikomandi og vísu Karlu, sum bara 29 ára gomul skuldi lata lív á víkingaferðini til Norra við seksæringinum Naddoddi.

Okur øll bíðaðu í bivandi trongd eftir at frætta og kunngera, hvønn vit høvdu mist ta lagnutungu løtu, tá ið ódnin har eysturi kravdi ein av manningini á Naddoddi.

Tað varð Karla Dana.

Henda sera dámliga, unga vísindakvinna úr Meksiko, sum búði í Orlando í Florida í USA búleikaðist í Naddoddaneystinum á Tanganum á Tvøroyri í hálvaaðru viku, til veðrið loyvdi teimum at leggja frá landi og út á hav á ta lagnutungu víkingaferðina til Norra.

Tað var ein dagin í neystinum, at Karla spurdi mjeg, um jeg visti, hvaðan tey kundu útvega sær góð, ullint klæðir til at vera í á ferðini. Tað var skjótt at koyra suður á heimavirkið í Vági við trimum av manningi at keypa tað føroyska ullinta, sum ikki fæst betri.

Karla Dana var jødi, og tað var grundin til, at jeg fegin vildi sleppa at geva henni eitt eintak av Søguni um jødarnar, bókini hjá mær. Karla var um at fara oman á brúnna, tí Naddoddur skuldi avstað. Tó, tað slapp hon ikki, fyrr enn hon hevði sæð, at jeg hóskiliga hevði signerað bókina, og tað eri jeg ómetaliga fegin um, tí at Karla var líka so fegin sum jeg – haldi jeg.

Karla stóð brosandi á brúnni ímillum bátsfelagarnar Martin Fitze, skiparan Andy Fitze, Livar Nysted, Seany Blaser og Georg Aebi.

Karla Dana kemur ongantíð aftur í Naddoddaneystið. Okur hava mist hana. Hóast tað er lítil uggi, fer hon at liva í okra minni sum tann eksotiska Karla Dana, tí tað ber ikki til at gloyma hana.

Takk fyri alt, Karla!

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2024

4 Leygardagur 31. august 2024

WTO-limaskapur skal roynast í serligum gerðarrætti

Á tíðindafundi í Aalborg týsdagin, sum varð hildin í samband við ríkisfundin og fundin í samstarvsráðnum, boðaði løgmaður frá, at landsstýrið og danska stjórnin eru samd um at leggja málið um føroyskan limaskap í WTO fyri ein gerðarrætt

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar hava í nógv ár ynskt sær sjálvstøðugan limaskap í WTO. Á tíðindafundi í Aalborg týsdagin, sum varð hildin í samband við ríkisfundin og fundin í samstarvsráðnum, boðaði løgmaður frá, at landsstýrið og danska stjórnin eru samd um at leggja málið um føroyskan limaskap í WTO fyri ein gerðarrætt, sambært grein 6 í heimastýrislógini. 

Breið semja aftan fyri stigið
Føroyar uppfylla treytirnar, sum WTO setur fyri limaskapi í felagsskapinum, men landsstýrið og danska stjórnin eru ósamd um, hvørt stjórnarskipanarliga støða Føroya loyvir sjálvstøguðum limaskapi í WTO.

Trætan hevur koyrt í eitt áratíggju millum skiftandi landsstýri og skiftandi danskar stjórnir, uttan at nakar av pørtunum hevur flutt seg.  

Málsræðistrætur kunnu verða loystar eftir § 6 heimastýrislógini, sum sigur, at tá ið ivamál eru um føroyska heimastýrisins ræði í mun til ríkisvaldið, verða málini løgd fyri eina nevnd, einum gerðarrætti. Hóast heimastýrislógin hevur nærum 80 ár á baki, er hesin gerðarrættur ongantíð áður royndur í verki. Tískil er tað eitt søguligt stig, sum landsstýrið og danska stjórnin nú taka.

Breið semja er í Føroyum um at leggja málið fyri § 6-nevndina. Eitt samt landsstýri og ein samd uttanlandsnevnd standa aftan fyri stigið. Semja er eisini millum løgmann og danska statsministaran um at leggja málið fyri gerðarrættin. 

- Stigið, sum vit hava tikið í dag, er søguligt og týdningarmikið í arbeiðinum at víðka rásarúmið á uttanríkispolitiska økinum. Ikki minst hevur tað týdning, at vit taka stigið saman og í semju – bæði í Føroyum og Danmark. Samráðingarnar við donsku stjórnina hava staðið í stað í nógv ár. Men eg fegnist um, at ítøkilig stig nú verða tikin, soleiðis at vit vónandi kunnu loysa ósemjuna og koma víðari, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Hvat er WTO?
Handilsskapurin WTO er ein millumtjóða felagsskapur, sum er stovnaður í 1995. Felagsskapurin er við til at tryggja búskaparligan vøkstur og arbeiðir við at stuðla undir fríum altjóða handli við at minka um forðingar og samtykkja felags reglur fyri handil millum lond. Endamálið er at tryggja, at allur handil gongur rættvíst fram og gagnar øllum londum í felagsskapinum. 

Samanlagt 164 lond hava limaskap í WTO. 

Hví hevur limaskapurin týdning fyri Føroyar? 
Føroyskur limaskapur hevur alstóran týdning fyri føroyskan útflutning og fyri møguleikanum at gera fríhandilsavtalur við onnur lond. Limaskapur í WTO hevði styrkt munandi um møguleikarnar hjá Føroyum at gera nýggjar handilsavtalur, sum er avgerðandi fyri okkara búskap, tí at útflutningur er so stórur partur av okkara búskapi.   

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2024

5

Størv

Administrativ medarbetare till Nordisk Kulturfonds sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024

KT-mennari við royndum til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 08. desember 2024

Tekniskur leiðari til Strandfaraskip Landsins

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:

Seniorrådgivare till Generalsekreterarens kontor vid Nordiska ministerrådets sekretariat i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Reingerðarfólk til Glasir

Meira Umsóknarfreist: 11. desember 2024

Ráðgevi til Sansir

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Programmsamskipari til Landssjúkrahúsið

Meira Umsóknarfreist: 12. desember 2024
6
Leygardagur 31. august 2024

Finnur Fríði: Stórfingin móttøka í Norðragøtu

Finnur Fríði stevndi á Norðragøtu leygardagin

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fitt av fólki var savnað á bryggjuni tá Finnur Fríði stevndi á Norðragøtu seinnapartin leygardagin.

Skipað varð fyri stórari móttøku, talur vóru hildnar og eisini var dópur.

Finnur Fríði er 88 metrar langur og knapt 17 metrar breiður. Skipið lastar umleið 3.000 tons av uppsjóvarfiski.

Kiran Jóanesarson og Sverri Egholm tóku myndirnar:

Nógv fleiri myndir síggjast her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2024

7
Leygardagur 31. august 2024

Betri umstøður og útgerð men fiska somu fiskasløg

- Hesin Finnur Fríði er nógv longri og breiðari enn hini bæði skipini, og tí eru betri umstøður her umborð. Kølingin av fiskinum er sera góð og somuleiðis útgerðin at vaska tangar og skipið við, sum er tann nýggjasta og besta á marknaðinum

Kjartan Hentze (Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Ein av okkara garvaðu sjómonnum, sum í yvir 30 ár hevur siglt við pelagiskum skipum, er Kjartan Hentze í Saltangará.

Longu í 1987 var hann nakrar túrar við Tróndi í Gøtu. So var hann nakrar túrar av og á, áðrenn hann var heimamaður í trý ár. Fyrst í 1990-unum og heilt til nýggi Finnur Fríði kom í desember 2003 sigldi hann við Tróndi í Gøtu. Frá januar 2004 til várið 2024 sigldi hann við Finni Fríða og er nú við nýggja Finni Fríða.

Hann hevur fingið spurningin, hvør tann størsta broytingin er hesi mongu ár, hann hevur siglt við trimum ymiskum skipum?

- Eg veit ikki rættiliga hvussu eg skal svara. Bæði fiskasløgini og útgerðin, so sum nótir, trol og lemmar eru stórt sæð tann sama, tó við tí broyting, at tey eru vorðin størri og sterkari við árunum!

- Gamli Tróndur var eitt gott skip og var ein slóðbrótari í norðurlondum og tók 2600 tons. Finnur Fríði frá 2003 var eisini eitt gott skip, sum tók tað saman sum Tróndur, men hevði dupult so stóran motor. Hesin Finnurin tekur umleið 3000 tons, men hevur minni motor enn gamli Finnurin, sigur Kjartan.

- Hesin Finnur Fríði er nógv longri og breiðari enn hini bæði skipini, og tí eru betri umstøður her umborð. Kølingin av fiskinum er sera góð og somuleiðis útgerðin at vaska tangar og skipið við, sum er tann nýggjasta og besta á marknaðinum!

- Ein av størstu broytingum í arbeiðsgongdini, tá tað kemur til okkum, sum arbeiða á dekkinum er tann, at vit nú koma at pumpa fiskin inn av hekkuni. Tað gleði eg meg til at royna. Umborð á Tróndi og gamla Finninum pumpaðu vit fiskin inn á síðuni, sigur Kjartan Hentze.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2024

8
Leygardagur 31. august 2024

Finnur Fríði sum skúlaskip

Tað er ikki á hvørjum degi, at skúlanæmingar sleppa stimitúr við skipið fyri 350 milliónir krónur

(Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Tað er ikki á hvørjum degi, at skúlanæmingar sleppa stimitúr við skipið fyri 350 milliónir krónur. Tað hendi tó í vikuni.

Fyrrapartin mánadagin kom bussur úr Gøtu skúla við gott 30 næmingum úr tveimum sjeyndaflokkum. Eftir at bussurin var steðgaður á bryggjuni kapprunnu næmingarnir umborð, og spenningurin lýsti í eygum teirra.

Fyrst bjóðaði kokkurin kókaðar pylsur við bolla og djúsi afturvið. So var loyst og kósin sett inn á Skálafjørðin. Næmingarnir sluppu bæði at starta motorin, stýra og floyta, so Finnurin fór ”skinklandi” og floytandi inn og út eftir fjørðinum, meðan næmingarnir hugnaðu sær umborð.

[object Object]Finnur Fríði á Skálafjørðinum í gjár (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Tá nakrir teirra vóru spurdir hvussu tey høvdu upplivað túrin var svarið greitt. Hetta var ein sera góð uppliving! Tá spurt var um túrurin hevði givið íblástur til sjólívið, var svarið eisini eitt greitt ja. Onkur skuldi verða dekkari og aðrir maskinmeistarar.

Tá spurt var, um eingin ætlaði at vera skipari, svaraðu tveir jú.   

Um hesi ungu koma at fylgja útsøgnum sínum í dag, so sær gott út við sjófólkið í Eysturkommunu – eisini í framtíðini. 

Týsdagin skuldu Finnur Fríði aftur túrar sum skúlaskip við 4., 5. og 6. flokkunum. Av somu orsøk var nógv eyka bjargingarútgerð umborð í hesum døgum.

[object Object]
(Mynd: Sjómansmissiónin)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2024

9
Leygardagur 31. august 2024

Bakkafrost 117 milliónir í halli eftir skatt

Botnurin fór undan laksaprísinum, meðan verkfall var í Føroyum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Rakstrarúrslitið í øðrum ársfjórðingi 2024 fyri alt Bakkafrost samtakið var 388 milliónir krónur, meðan tað eftir skatt var eitt hall á 117 milliónir krónur.

Tøkugjaldið var 84 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi í ár og 196 milliónir fyri fyrra hálvár í ár, samanborið við 30 milliónir annan ársfjórðing í fjør og 68 milliónir krónur fyrra hálvár í fjør.

Tøkan í Føroyum var 10.226 tons og 11.366 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 8.658 tons og 7.343 tons sama tíðarskeið í fjør. Lívfrøðiliga gongdin var góð í Føroyum og lúsatølini eru framhaldandi metlág. Lívfrøðin í Skotlandi hevur somuleiðis verið góð, og har gav virksemið eitt rakstrarúrslit á 113 milliónir krónur.

Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Laksaprísurin var óvanliga høgur fram til hálvan mei, men fall síðani ógvusliga fram til juli. Samanfallið við drúgva verkfallið viðførdi, at heili 4.000 tons vórðu flutt til munandi lægri laksaprís, aftaná at verkfallið var endað. Tá var altjóða laksaprísurin fallin við umleið 50 NOK/kg. At vit funnu ILA í tveimum ringum í Vági í mai, hevur eisini viðført stórt fíggjarligt tap. Fiskurin mátti takast, áðrenn hann var hálvvaksin. Tó eru vit fegin um at ILA ikki er staðfest í øðrum aliringum, hvørki í Vági ella aðrastaðni. Seinasti laksurin av hesi útsetingini á Vágsfirði verður tikin í morgin – og so liggur fjørðurin tómur nakrar mánaðir, áðrenn nýggjur árgangur verður settur út aftur.

- Stórar útbyggingar eru gjørdar av smoltstøðunum hjá Bakkafrost seinnu árini. Hetta kemur nú til sjóndar við at størri og betri smolt verða sett út enn áður. Stóru smoltstøðirnar eru ein avgerandi liður í at betra dygdina av alivinnuni enn meira í Føroyum.

- Fóðurframleiðslan varð eisini hart rakt av verkfallinum, sum viðførdi munandi lægri rávøruveiting til fóðurframleiðsluna. Eini 60 túsund tons lækking í rávørumóttøku í mun til sama tíðarskeið í fjør, og er hetta sjálvsagt ein ógvuliga stórur missur.

- Í Skotlandi hava vit sett eina røð av tiltøkum í verk fyri at minka um lívfrøðiliga váðan í alingini og hevur hetta riggað væl higartil í ár. Lívfrøðiliga gongdin hevur verið góð og fellið munandi minni enn tey seinastu árini. Eins og í Føroyum, hava vit sera gott tak á lúsini, okkara nýbrótandi viðgerðarhátti við feskvatni at takka. Eisini er framgongd á smoltstøðini í Applecross, har vit loksins rokna við at byrja tilgongdina at veita stór dygdargóð smolt í fjórða ársfjórðingi í ár og framyvir.

- Marknaðarútlitini fyri seinna hálvár eru ikki eins góð, sum áður hildið. Fyri at tryggja okkara kappingarføri, hava vit tískil sett fleiri sparitiltøk í verk. Hetta merkist serliga í Skotlandi, har vit í juli lótu virkið í Stornoway aftur.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2024

10 Leygardagur 31. august 2024

Varðhaldsfongslað í fýra vikur í stórum rúsevnismáli

Fimm fólk eru varðhaldsfongslað í sambandi við rúsevnismáli, har tey eru skuldsett fyri at smugla 27 kilo av rúsevni til Føroya

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fimm fólk, sum seinnapartin hósdagin vórðu handtikin í stórum rúsevnismáli, eru varðhaldsfongslað í fýra vikur meðan málið verður kannað.

Grundlógaravhoyring var í gjár, og fólkini eru skuldsett fyri at smugla sløk 27 kilo av rúsevnum til Føroya. Løgreglan hevur lagt hald á 23 kilo av hassji og 3,8 kilo av amfetamini.

Talan er um eina kvinnu úr Íslandi, eina kvinnu og tveir menn úr Danmark og so ein føroying.

Virði á smuglaðu rúsevnunum liggur um einar tíggju milliónir sambært prískunning, sum útvarpið fekk frá løgregluni í 2021.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2024

11 Leygardagur 31. august 2024

Løgreglan kannar útlendskar ferðaleiðarar

Fleiri fráboðanir hava verið um útlendsk ferðaløg í høgum og fjøllum sum hava egnan ferðaleiðara við. Nú skal kannast, um hetta er loyvt

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinastu vikuna hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir um útlendsk ferðaløg í høgum og fjøllum, sum hava egnan ferðaleiðara við.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini segði fríggjadagin, at tey nú fara at kanna um tað er nakað ólógligt í hesum.

Tí talan kann vera um nógvar lógir sum spæla inn. Tað er útlendingalógin, lógin um vinnuligaferðavinnu, lógin um hegn og markfred osv.

Fráboðaninar, sum eru komnar seinastu dagarnar, eru ikki í meginøkinum, men á útoyggjum í Norðoyggjum og í Mykinesi til dømis.

Sum skilst á løgregluni eru ferðafólkini og ferðaleiðararnir úr øllum heiminum. Eitt nú úr Asia.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2024

12 Leygardagur 31. august 2024

Andreas rúmdarmaður kemur til Føroya 22. september

Fer at halda tveir fyrilestrar – í Løkshøll og á Glasir

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danski rúmdarferðamaðurin, Andreas Mogensen, kemur til Føroyar at vitja 22. september.

Á ferðini vil hann sera fegin hitta ungdómar og kunna um rúmdina og slóða fyri einari møguligari rúmdarvinnu her á landi.

Fyrsta tiltakið verður i Løkshøll í Runavík 23. september, og dagin eftir, 24. september verður tað úti á Glasum.

Eisini luttekur føroyski mars serfrøðingurin David Arge Klevang, og hann fer at bera fram nýggjastu tíðindini av mars.

Á Glasi fer Andreas Mogensen at handa Tjóðsavninum Merkið, sum hann hevur havt við sær í rúmdini, og seinnapartin tekur Elisa Heinesen ímóti slipsinum hjá abbanum í Williams Húsi. Slipsið hevur sum kunnugt eisini verði á rúmdarferð.

Tað eru Johan Mortensen og David Arge Klevang, sum skipa fyri ferðini hjá Andreas Mogensen í Føroyum.

47 ára gamli Andreas Mogensen kom í mars aftur á jørðina eftir at hava búleikast úti úti á altjóða ISS rúmdarstøðini í sjey mánaðir. Andreas Mogensen var skipari á ferðini, sum gekk fyri seg í einum Dragon rúmdarfari, ið varð skotið út á eini SpaceX Crew-7 rakett. Hetta var fyrstu ferð, at ein ikki-amerikanskur ríkisborgari var skipari á eini mannaðari amerikanskari rúmdarferð.

Hetta var onnur ferðin hjá Andreas Mogensen úti á ISS rúmdarstøðini. Hann vitjaði eisini har í 2015 tá hann varð skotin út við eini russiskari Sojuz-rakett. Tann ferðin tók einans 10 dagar. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2024

13
Leygardagur 31. august 2024

Nú liggur Helena á havsins botni

Línuskipið Helena varð mánadagin søkt á Borðoyarvík

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Seinnapartin mánadagin fór Helena av Klaksvík av fyri seinastu ferð. Mánakvøldið varð gamla línuskipið søkt á Borðoyarvík, og endamálið er at skipið skal vera útbúgvingarstað hjá frítíðar- og vinnukavaranum.

Skipið hevur áður havt nøvnini Nónhamar, Fjalshamar, Hvítiklettur, Skútunes og Fuglfirðingur, og varð bygt á Skála skipasmiðju í 1964.

Her sæst upptøka, sum Hjaltur Poulsen gjørdi á Borðoyavík mánakvøldið


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2024

14 Leygardagur 31. august 2024

Smyril: Nærum 7.000 fleiri ferðafólk fyrstu sjey mánaðirnar í ár

Hetta samanborið við januar - juli 2023. Samanlagt var talið 164.580 ferðafólk. Talið av akførum er eisini væl hægri í ár

Fyrstu sjey mánaðirnar í 2024 ferðaust 164.580 fólk við Smyrli. Samanlagt vórðu 67.304 akfør flutt við Smyrli um Suðuroyarfjørð í sama tíðarskeiði. Vøksturin er ávikavist 4,4 prosent og 8,3 prosent (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrstu sjey mánaðirnar í 2024 ferðaust 164.580 fólk við Smyrli. Samanlagt vórðu 67.304 akfør flutt við Smyrli um Suðuroyarfjørð í sama tíðarskeiði. Hetta visti  Suðuroyarportalurin at siga í vikuni.

Tøl eru frá í fjør at samanbera við. Frá januar til og við juli í fjør vóru 157.660 - tað eru 6.920 fólk færri - við Smyrli. Í prosentum er hetta 4,4 prosent færri enn í ár.

Ikki óvæntað er talið av akførum eisini størri higartil í 2024.

- Talið av akførum við Smyrli var fyrstu sjey mánaðirnar í ár 5.153 hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Talan er um ein vøkstur á 8,3 prosent. Fyrstu sjey mánaðirnar í 2023 vórðu 62.151 flutt um Suðuroyarfjørð við Smyrli.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2024

15 Leygardagur 31. august 2024

Fleiri gistingar í juli í ár enn í fjør

Hotellini høvdu 34.283 gistingar í juli mánaði í ár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Talið av gistingum á føroyskum hotellum og gistingarhúsum var størri í juli mánaði í ár enn í juli í fjør.

Tað vísa nýggjastu tølini fyri gistingar (fólkanætur), sum Hagstovan júst hevur kunngjørt. Fólkanætur telja, hvussu nógvar nætur og hvussu leingi fólk gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 persónsgistinætur.

Vanliga – tó ikki altíð – er juli mánaður tann mánaðurin, har hotellini hava flestar gistingar.

Í juli í ár vóru tær 34.283, sum er 3.644 gistingar fleiri enn í juli mánaði í fjør, men ikki líka nógvar sum í juli 2022, tá hotellini høvdu 35.252 gistingar.

At ferðafólkatalið er vaksin nógv seinastu árini kemur týðuliga fram í tølunum hjá Hagstovuni. Í juli mánaði fyri 10 árum síðani høvdu hotellini og gistingarhúsini helming av gistingum í mun til í ár – 17.570 gistingar.

Um hugt verður eftir kapasitetinum, so eru tó framvegis ríkiligt av plássi á føroysku hotellunum, tí nýtslustigið fyri kømur í juli mánaði í ár var 77,1 prosent. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2024

16 Leygardagur 31. august 2024

Í fjórða hvørjum húski býr bert eitt fólk

1. juli vóru 19.440 húski í Føroyum

(Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

1. juli vóru 19.440 húski í Føroyum, skrivar Hagstovan.

Størsta húskisbólkurin er húski við einum fólki, og næststørsti húskisbólkur er við tveimum vaksum uttan børn. Talan er um ávikavist 5.170 og 4.828 húski.

Hetta merkir, at í yvir helvtina av øllum húskjum búgva eingi børn.

Síðan ársbyrjan er talið á húskjum vaksið við 152 - 0,8 prosent. Lutfalsliga er tað húskisbólkurin við einum vaksnum, sum er vaksin mest seinastu árini. Hann er vaksin við 27 prosentum, skrivar Hagstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2024

17 Leygardagur 31. august 2024

Arbeiðsloysið var 1,1 prosent í juli

Í juli vóru 357 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 110 fleiri enn í juli í fjør, skrivar Hagstovan

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í juli var arbeiðsloysið í Føroyum 1,1 prosent, og tað svarar til 328 fulltíðararbeiðsleys.

Talan er um eina hækking á 0,4 prosentstig í mun til juli 2023, tá arbeiðsloysið var 0,7 prosent, sum tá svaraði til 215 fulltíðararbeiðsleys, skrivar Hagstovan.

Í juli vóru 357 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 110 fleiri enn í juli í fjør.

Í juli vóru 180 fulltíðararbeiðsleysir menn, ið svarar til 1,1 prosent - 0,4 prosentstig hægri samanborið við juli í fjør. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 1,0 prosent ella 148 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur - 0,3 prosentstig hægri samanborið við juli í fjør.

36 persónar - ella 10,1 prosent av teimum arbeiðsleysu - vóru langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Tað er 1,5 prosentstig lægri samanborið við í fjør, men átta persónar fleiri eru langtíðararbeiðsleysir.

Í juli var arbeiðsloysið minst í Sandoynni við 0,4 prosentum - 0,6 prosentstig lægri í mun til juli í fjør. Í øllum hinum økjunum er arbeiðsloysið størri samanborið við í fjør. Suðuroggin hevur størsta arbeiðsloysi við 2,5 prosentum - 1,3 prosentstig hægri í mun til í fjør, skrivar Hagstovan.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2024

18
Leygardagur 31. august 2024

Umhugsar at gevast sum landari

- Heilsuna havi eg havt sera góða. Eg havi verið eina ferð hjá lækna, og tað var við meniskskaða - og tað er tað, sigur Johannes Jacobsen, sum í vikuni fylti 80 ár

(Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

Tá skip og bátar landa á Kósina í Klaksvík, arbeiða menn á bryggjuni við at taka ímóti kassum og kørum. Tá liðugt er at landa, skulu tóm kør og tómir kassar umborð, so skipini eru klár at sigla aftur.

Ein av hesum vælhýrdu landarunum er Johannes Jacobsen í Haraldssundi.

Á røddini hoyrist, at hann ikki er norðoyingur, hóast hann hevur búð í Norðoyggjum, síðan hann var 31 ár. Óivað var tað konan, sum var orsøk til at hann gjørdist haraldssundsmaður, men tað angrar hann ikki.

- Eg eri uppvaksin í Víkarbyrgi. Vit vóru seks børn í bygdini tá, og fleiri í summarfrítíðini. Sum ungur fór eg til skips, ja, fylti 14 ár í Grønlandi. Síðani sigldi eg við ymiskum skipum, til eg var 57 ár. Tá fór eg í land og havi verið landari síðani. Fyrstu árini landaði eg hjá Fiskamarknaðinum og síðstu árini hjá Kósini.

Tað sigur Johannes Jacobsen, sum mikudagin 28. august fylti 80 ár.

- Heilsuna havi eg havt sera góða. Eg havi verið eina ferð hjá lækna, og tað var við meniskskaða - og tað er tað, sigur Johannes takksamur og brosandi.

- Eg havi ikki arbeitt inni á virkinum, men havi landað. Tað hevur mær dámað væl. Tí havi eg ikki arbeitt allar dagar í viku, men havi harafturímóti ofta arbeitt langar dagar, fyri at gera landingina lidna og gera skipini klár at fara avstað aftur, sigur hann.

Spurdur, hvat hann fer at gera, nú hann hugsar um at gevast at landa, og harvið gevst við einum langum arbeiðslívi í fiskivinnuni, svarar hann:

- Kanska eg arbeiði árið út. Men eg verði ikki arbeiðsleysur, tá eg gevist, tí eg havi bæði seyð, gæs, dunnur og annað, sum dagliga skal hava føði og røkt, sigur Johannes Jacobsen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2024

19
Leygardagur 31. august 2024

Mátiútgerð sett niður sum eitt stik við Íslandsryggin

Havstovan ávarar um, at trol kunnu fløkjast upp í útgerðina

Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong hevur júst sett út  níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsrygginum millum Føroyar og Ísland. Henda útgerð røkkur upp á 100 metra dýpi, og tískil er týdningarmikið, at fiskifør geva sær far um hana, skrivar Havstovan.

Fortoyningarnar standa sum eitt “stik” frá botni og upp á 100 metra dýpi, norður av Íslandsrygginum.

Vegna vanda fyri at trol kunnu fløkjast upp í útgerðina, verða knattstøðurnar vístar á almenna sjókortinum hja Søfartsstyrelsen og á skipanini Fishfact, sum nógvir skiparar brúka. Havstovan mælir til, at fiskiskip vísa varsemi í hesum økinum, sum er nær við íslendska markið. 

[object Object]
Stikið” við fortoyningum (bláar strikur, bert 8 av 10 vístar), sum gongur frá Íslandsrygginum (til vinstru) og í ein landnyrðing inn í Norskahavið. Litirnir vísa hita, har reytt er lýggjur atlantssjógvur, sum rekur norður móti Arktis, og purpurlitt er ísakaldi sjógvurin, sum ferðast suður móti Bankarennuni

[object Object]
Staðsetingin av nýggju útgerðini, sum víst í skipanini hjá Sørfartsstyrelsen


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2024

20
Leygardagur 31. august 2024

Útróðrarflotin er ov gamal

Yvir 60 prosent av øllum útróðrarbátunum, sum dríva vinnuligan fiskiskap, eru eldri enn 30 ár

(Tilvildarlig savnsmynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað hendir ikki stór útskifting í føroyska útróðrarflotanum. Í dag eru 60 útróðrarbátar, sum dríva vinnuligan fiskiskap, og av teimum eru heili 62 prosent eldri enn 30 ár.

Hetta vísa hagtøl frá Sjóvinnustýrinum.

Á stabbamyndini herundir sæst, at bert ein nýggjur útróðrarbátur er komin í flotan hesi seinastu fimm árini, og bert fimm nýbygningar seinastu 20 árini.

[object Object]

Størsti parturin av flotanum er millum 31 og 40 ár.

Tað er krav til øll før, ið ætla at fáast við vinnuligan fiskiskap, at hava siglingarloyvi frá Sjóvinnustýrinum. Fyri at fáa siglingarloyvi krevst eitt sýn, sum tryggjar, at farið er í góðum standi samsvarandi krøvunum í Fráboðan F.

- Men tað eru ikki øll vinnufør, ið verða sýnað. Tá eitt frítíðarfar hevur fiskað fyri meira enn 200.000 krónur, verður tað vinnuligt. Tá fara hesi ofta beinleiðis í bólk 5A uttan at biðja Sjóvinnustýrið um sýn. Hetta ger trygdina á sjónum verri, og vit síggja ofta, at bátar hava tørv á at verða sleipaðir til lands og annað, skrivar Sjóvinnustýrið á heimasíðu síni.

Sjóvinnustýrið fer at seta fokus á økið og gera broytingar, soleiðis at trygdin í útróðrarflotanum verður betrað, verður lagt afturat. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2024

21 Leygardagur 31. august 2024

Læknaviðtalan við Norðskála skal út- og umbyggjast

Arbeiðið byrjar í næsta mánaða og skal eftir ætlan vera liðugt á summri 2025. Læknaviðtalan verður dagførd, áleið tvífaldað í vídd, og skal pláss tá vera fyri pláss fyri tveimum útbúgvingarlæknum umframt eini skaðastovu

(Tekning: sunda.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Býráðið í Sunda kommunu samtykti í fíggjarætlanini fyri 2024, at læknaviðtalan skuldi út- og umbyggjast. Fyrireikandi arbeiðið til hetta er gjørd - í samspæli millum umsitingina í Sunda kommunu, læknarnar við Norðskála og Brim Arkitektar. Í summar varð lendisarbeiðið gjørt.

Verkætlanin var í útboðið. Heimasíðan sunda.fo skrivar, at fýra tilboð komu inn fyri stórarbeiðstøku, og at felagið Búð hevði lægsta boðið.

Trý tilboð komu inn fyri el-arbeiðstøkuna, og átti EL-Trygd lægsta boðið har. Nú eru sáttmálarnir undirskrivaðir við Búð og EL-Trygd, og arbeiðið byrjar fyrst í september.

Talan er um umbygging av verandi læknaviðtalu umframt nýgbygging og samanbygging við verandi. Eftir ætlan er arbeiðið liðugt móti sumri 2025, skrivar sunda.fo. 

Viðtalan verður "nýggjari", størri og fara fleiri møguleikar eisini at vera innan læknaliga øki á Norðskála:

- Við nýggju læknaviðtaluni, verður læknaviðtalan dagførd, nútímansgjørd og áleið tvífaldað í vídd. Umframt okkara tveir kommunulæknar, verður pláss fyri tveimum útbúgvingarlæknum umframt eini skaðastovu og góðum umstøðum til sjúkrarøktar- og ambulant virksemi, ið er har í dag.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2024

22 Leygardagur 31. august 2024

Skorheim á fólkaflokslistanum í Klaksvík

Triði og seinasti uppstillingarfundurin hjá Norðoya Fólkafloksfelag var í vikuni, og stórur atkvøðuslúkur er á listanum

Jógvan Skorheim (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Norðoya Fólkafloksfelag hevði í vikuni triðja og seinasta uppstillingarfund til kommunuvalið í Klaksvíkar kommunu.

Níggju menn og tvær kvinnur bjóða seg fram at gerast býráðslimir í næststørstu kommunu í landinum.

Millum nýggju nøvnini á listanum er Jógvan Skorheim, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík og nýggjur limur í Fólkaflokkinum. Hann hevur áður sitið sum býráðslimur fyri Sjálvstýri.

Hann fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum í 2020. Heilar 401 atkvøður.

Toppskorarin hjá Fólkaflokkinum á valinum seinast, Atli Justinussen, sum er varaborgarstjóri, er aftur hesaferð á lsitanum. Tað sama er Oddmar á Lakjuni og Eyðstein Ó. Poulsen, sum báðir blivu valdir í kommunustýrið í 2020.

Merkisvert er, at bæði Gunvá við Keldu og Jóhanna Christiansen, sum báðar seinastu fýra árini hava verið býráðslimir, bjóða seg ikki fram.

Gunvá við Keldu fekk 196 atkvøður seinast og Jóhanna Christiansen 171 atkvøður.

Listin hjá Fólkaflokkinum sær soleiðis út
Andreas Josephsen
Atli Steinbjørn Justinussen
Eyðstein Ó. Poulsen
Fríðin Ziskason
Frímund Hansen
Ísak Mikladal
Jógvan Skorheim
Mona Maria úr Fugloy
Oddmar á Lakjuni
Rannvá Isaksen
Símun á Høvdanum

Kommunuvalið verður 12. november.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2024

23 Leygardagur 31. august 2024

Jógvan Skorheim havt størstu persónligu undirtøkuna

Einki valevnið hevur fingið størri persónliga undirtøku á kommunuvalum í Klaksvík enn Jógvan Skorheim. Hann er á fólkaflokslistanum 12. november

Jógvan Skorheim (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Valurslit.fo: Einki valevnið hevur fingið størri persónliga undirtøku á kommunuvalum í Klaksvík enn Jógvan Skorheim.

Tað vísa hagtølini hjá Valurslit.fo, sum ganga aftur til 1970 fyri Klaksvíkar kommunu.

Besta valið hevði Jógvan Skorheim í 2016, tá hann fekk 729 persónligar atkvøður. Tá var hann sum borgarstjóri á listanum hjá Sjálvstýri.

Á kommunuvalinum í november í ár verður hann á listanum hjá Fólkaflokkinum.

Ein annar fólkafloksmaður og fyrrverandi borgarstjóri, Jógvan við Keldu, er fýra ferðir á topp 10 listanum. Hansara besta persónliga val var í 1996, tá ið hann fekk 335 persónligar atkvøður, svarandi til 12,8 prosent av atkvøðunum.

Bara ein kvinna er millum bestu 10. Tað er Gunvá við Keldu.

1. Jógvan Skorheim, 729 atkvøður (22,1%) í 2016
2. Steinbjørn O. Jacobsen, 391 atkvøður (12,8%) í 2004
3. Jógvan við Keldu, 335 atkvøður (12,8%) í 1996
4. Jógvan við Keldu, 345 atkvøður (12,4%) í 1992
5. Jógvan við Keldu, 330 atkvøður (11,8%) í 1984
6. Jógvan Skorheim, 401 atkvøður (11,5%) í 2020
7.  Jógvan við Keldu, 315 atkvøður (10,8%) í 2000
8. Asbjørn Joensen, 180 atkvøður (10,7%) í 1970
9. Gunvá við Keldu, 302 atkvøður (10,1%) í 2012
10. Kári Kjelnes 181 atkvøður (9,4%) í 1970

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2024

24 Leygardagur 31. august 2024

Jóanna avloysir Pól sum deildarstjóri

Vinnudeildin í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum fær nýggjan stjóra. 48-ára gamla Jóanna Djurhuus er løgfrøðingur, og hevur nógvar royndir úr Vinnumálaráðnum

Jóanna Djurhuus hevur seinastu tjúgu árini verið ráðgevi og fyribils settur deildarstjóri, umframt at hava røkt nógvar nevndarsessir og álitisstørv. Hon tekur við starvinum 1. september (Mynd: uvmr.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Jóanna Djurhuus er sett í starv sum deildarstjóri fyri vinnudeildina í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Talan var um eitt starv, sum varð lýst leyst fyrr í summar. Fýra umsóknir vóru til starvið, og Jóanna varð mett sum tann rætta til tað.

Hon hevur eisini nógvar royndir á økinum. Um nýggja deildarstjóran skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráði, at Jóanna Djurhuus er 48 ára gomul og útbúgvin løgfrøðingur úr Keypmannahavn. Jóanna Djurhuus hevur starvast í Vinnumálaráðnum síðani 2004, við styttri skiftum í Fíggjarmálaráðnum.

- Hesi árini hevur Jóanna Djurhuus verið ráðgevi og fyribils settur deildarstjóri umframt at hava røkt nógvar nevndarsessir og álitisstørv.

Jóanna Djurhuus tekur við starvinum 1. september. Hon tekur við eftir Pól E. Egholm sum nú er aðalstjóri í Umhvørvismálaráðnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2024

25 Leygardagur 31. august 2024

Anna D. Háberg verður leiðari á Blákrossheiminum

Tekur við starvinum 1. oktober

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

1. oktober tekur Anna D. Háberg við sum leiðari á Blákrossheiminum.

Anna er 57 ára gomul búsitandi í Tórshavn og ættað úr Fuglafirði. Hon er MA í trivnaðar- og tilfeingissálarfrøði, umframt aðrar leiðsluútbúgvingar. Anna hevur drúgvar leiðsluroyndir frá varðhaldinum í Mjørkadali, Javna og Føroya Politi.

Blákrossheimið er góðkendur viðgerðarstovnur, ið veitir ambulanta og samdøgursviðgerð til vaksin við rúsnýtsluórógvi og teirra avvarðandi; umframt ambulanta viðgerð til ung niður í 15 ár. 15 starvsfólk eru knýtt at Blákrossheiminum.

Jütta Olsen fór í fjørsummar frá sum leiðari á Blákrossheiminum. Síðan hevur Leivur á Lakjuni, sálarviðgeri og fakligur ráðgevi, verið fyribils settur leiðari.

Blákrossheimið er partur av virkseminum hjá Bláa krossi Føroya. Hjartamálini hjá Bláa krossi eru hesi:

  1. Vit vilja hjálpa teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum.
  2. Vit vilja hjálpa familjum hjá teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum.
  3. Vit vilja arbeiða fyribyrgjandi, at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi ella rúsdrekka.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2024

26 Leygardagur 31. august 2024

Bjørk K. Sofíudóttir vart ph.d við Syddansk Universitet

Í mai vardi Bjørk ritgerð sína um ultraljóðsskanningar sum amboð at staðfesta lungafibrosu

(Mynd: Granskingarráðið)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

14. mai vardi Bjørk K. Sofíudóttir ph.d. ritgerð við Syddansk Universitet um ultraljóðsskanningar sum amboð at staðfesta lungafibrosu.

Ritgerðin ber heitið: ”Detection of interstitial lung disease in rheumatoid arthritis: diagnostic tests and prognostic value”.

- Liðagikt er ein autoimmun sjúka, har immunverjan loypur á liðir, men sjúkan kann eisini seta seg á lunguni og føra til ymiskar lungasjúkur, so sum lungafibrosu. Lungafibrosa er ein álvarsom sjúka, har metta livitíðin, eftir at sjúkan er staðfest, er at samanlíkna við krabbamein. Fyri at bøta um yvirlivilsi, leita vit eftir mátum at finna sjúkuna fyrr. Vit hava tí kannað, um tað ber til at nýta eina ultraljóðsskanning av lungunum at finna lungafibrosu, sigur Bjørk.

- Her komu vit fram til, at hóast nógvar lungasjúkur eru knýttar at liðagigt, var lungafibrosa tilstaðar hjá 30% av teimum, sum vóru við í kanningini. Harav fann ultraljóðsskanningin 82% av teimum við lungafibrosu. Vit kunnu tí viðmæla, at fólk við liðagigt, sum hava byrjandi tekin uppá lungasjúku, kliniskt og/ella á ultraljóð, skulu kannast fyri lungafibrosu (HRCT-skanning).

Bjørk hevur í síni ph.d. verkætlan starvast á Deildini fyri Reumatologi á Odense Universitetshospital og verið innskrivað á Klinisk Institut á Syddansk Universitet. Hon heldur nú fram sum postdoc granskari á gigtadeildini í Odense Universitetshospital, skrivar Granskingarráðið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2024

27 Leygardagur 31. august 2024

Viðarlundin í Trongisvági hundrað

Skipað verður fyri hátíðarhaldi 7. september

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Leygardagin 7. september verður eitt hátíðarhald í viðarlundini í Trongisvági í sambandi við at tað eru liðin hundrað ár síðanfyrstu trøini vórðu gróðursett í ‘plantasjuni’ í Trongisvági.

Heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu skrivar, at í hesum sambandi verður hildin ein hugnalig hátíðarløtu leygardagin klokkan 11. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2024

28 Leygardagur 31. august 2024

Elin á Rógvi vann bókmentavirðisløn Útnorðurráðsins

Aftur hesaferð fóru Føroyar avstað við sigrinum, og var tað við bókini hjá Elini á Rógvi, Flytifuglar

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hesa vikuna hevur 40. ársfundur Útnorðurráðsins verið, sum Føroyar hava verið vertir fyri. Sum siðvenja er, verða barna- og ungdómsbókmentavirðislønir Útnorðurráðsins latnar annaðhvørt ár, og fær vinnarin 60.000 krónur. Seinast var í 2022, tá ið Dánial Hoydal og Annika Øyrabø fingu virðislønina fyri barnabókina, Abbi og eg.

Londini í útnorði, Føroyar, Ísland og Grønland, hava hvør í sínum lagi skotið eina bók upp frá teirra ávísa landi til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins. Aftur hesaferð fóru Føroyar avstað við sigrinum, og var tað við bókini hjá Elini á Rógvi, Flytifuglar.

Flytifuglar er ein spennandi krimi til børn og ung. Í bókini fylgja vit 11 ára gomlu Mai, sum er flutt úr Teilandi til Vestmanna. Mai roynir at finna seg til rættis í nýggju tilveruni í Føroyum, men hon verður møtt við fleiri avbjóðingum, ið kunnu gera seg galdandi, tá ið tvær ymiskar mentanir hittast.

Bráddliga hvørvur eitt barn, og Mai og vinkona hennara, Emma, seta sær fyri at rannsaka málið sjálvar. Gjøgnum søguna verður stríðið hjá Mai fyri at finna sín samleika og at kenna seg heima í einum fremmandum heimi, lýst.

Elin á Rógvi er ættað úr Havn. Hon er kend sum eitt nú barnabókahøvundur, sangari, skemtari og útvarpsvertur í barnaútvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Hon hevur skrivað tveir útvarps-jólakalendarar: Eg sá ein eingil, sum varð sendur í 2010, og Nivinaja, sum varð sendur í 2014.

Í 2014 fekk hon Barnabókmentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs, og í 2015 varð hon tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentaviðursløn Norðurlandaráðsins fyri bókina Og mamma.

Umframt Elina á Rógvu, Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø hava Bárður Oskarsson (2018 og 2006) og Rakel Helmsdal (2016) vunnið barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2024

29 Leygardagur 31. august 2024

Nú kemur Tann fantastiski bussurin á føroyskum

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bók um ein serligan buss út 10. september

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tann fantastski bussurin varð givin út í Danmark í novembur í fjør, og er upp á allar mátar ein risastór søga øll børn (og vaksin) í øllum aldri – um megina í hugflogi, skapanarevnum og listini. Ein bussur og eitt verk, sum hevur verið ávegis í 15 ár. Tann fantastski bussurin er tilnevnd til Barna- og ungdómsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2024.

Í barakkbýnum Ahnstarr City ræður mótloysi. Hús verða rivin niður eitt fyri og annað eftir, og lítli Timo er vorðin so sjúkur, at støðan skjótt er vónleys. Men ein gomul søgn er um landið Balanka, har serligar lekjandi safran-liljur vaksa. Kanska kunnu tær bjarga Timo.

Við kettuni Sprota á odda gera djórini av at byggja ein risastóran buss og fara til Balanka. Hetta verður ein garrvillur busstúrur tvørtur um ótrúlig landsløg, yvir norðpólin, út í stratosferuna og víðari til fantastisk lond í royndini at bjarga lítla Timo, sær sjálvum og restini av heiminum.

Um Jakob Martin Strid

Jakob Martin Strid, f. 1972, er danskur sjálvlærdur rithøvundur, teknisøguteknari og myndprýðari.

Hann hevur útgivið fleiri ikoniskar bøkur til børn m.a. Ótrúliga søgan um risastóru peruna og bøkurnar um bláa fílin Mimbo Jimbo og eisini um Lítla Frosk. Jakob Martin Strid hevur millum ár og dag fingið óteljandi virðislønir – m.a. Dan Turéll Prisen, Børnebibliotekarernes Kulturpris, Orla-prisen, Kulturministeriets Illustratorpris og Kronprinsparrets Kulturpris.

Jakob Martin Strid hevur skrivað og myndprýtt bókina, og Niels Jákup Thomsen hevur týtt til føroyskt. Bókin er innbundin, 204 bls. og til børn frá umleið 3 ár. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2024

30 Leygardagur 31. august 2024

Svansi-Bob er fyrsta bókin hjá Joan Waag Høgnesen

Joan og myndaprýðarin, Hans Jacob Østerø, hava í dag útgávutiltak fyri børn á barnabókasavninum í Havn

Svansi-Bob er ein spildurnýggj myndabók, sum Joan Waag Høgnesen hevur skrivað. Hans Jacob Østerø hevur myndprýtt (Mynd: Bókadeild Føroya Lærarafelags)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Svansi-Bob er ein spildurnýggj myndabók, sum Joan Waag Høgnesen hevur skrivað. Hans Jacob Østerø hevur myndprýtt.

- Hetta er ein herlig og svansut søga við stuttligum myndum um svanga grísin Bob, sum fer sín fyrsta túr inn í býin at fáa sær okkurt lekkurt at eta.

Soleiðis lýsir Bókadeild Føroya Lærarafelagsins nýggju bókina, sum er tann fyrsta hjá Joan Waag Høgnesen.

Í hesum sambandi skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri útgávutiltaki fyri børn á barnabókasavninum í Havn kl. 15 seinnapartin í dag.

Joan fer at lesa søguna, og Christina Eriksen fer at syngja nakrar barnasangir.

- Aftaná fáa øll okkurt søtt og lekkurt, og møguleiki verður at keypa bókina. Høvi
verður eisini at hitta rithøvundin og myndprýðaran, og bæði Joan og Hans Jacob kunnu skriva í bøkurnar.

[object Object]Mynd: Bókadeild Føroya Lærarafelags

Joan er námsfrøðingur og arbeiðir í frítíðarskúlanum á Argjahamri. Hon býr á Argjum, og Svansi-Bob er hennara fyrsta bók.

Hans Jacob býr í Klaksvík. Hann hevur útbúgving í margmiðlasniðgeving og arbeiðir millum annað sum fríyrkismyndprýðari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2024

31 Leygardagur 31. august 2024

Paw Patrol eitur nú Labbaliðið

Fyrsti partur av Labbaliðnum verður í sjónvarpinum og á Vit-appini mikudagin 4. september

Hvølparnir eru altíð til reiðar at bjarga degnum í Ævintýravík
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Paw Patrol eitur nú Labbaliðið.

Nú tosa hvølparnir í Paw Patrol føroyskt, og teir hava fingið føroysk nøvn. Nú eita teir Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur, og drongurin Reidar er liðskipari.

Mikudagin 4. september kunnu vit gleða okkum at síggju fyrstu partarnar av Labbaliðnum. Fyrsti partur verður í Snipp Snapp mikukvøldið klokkan 18.30, og fyrstu fýra partarnir verða lagdir á Vit-appina.

Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reidar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.

Vit hava bíðað spent eftir væl kendu hvølpunum, sum eru at síggja allastaðni – á ballónum á ólavsøku, á klæðum og leikum annars. Tað hevur verið sera spennandi og stuttligt at arbeiða við Labbaliðnum – ein avbjóðandi uppgáva, men sum Reidar plagar at siga: Eingin uppgáva ov stór, eingin hvølpur ov lítil.

Tað hevur stóran týdning, at væl kendar røðir sum Paw Patrol eru á føroyskum, og tí fegnast vit um, at Labbaliðið nú verður á Vit-appini saman við øllum hinum góða føroyska tilfarinum.

Marið Persson hevur týtt Labbaliðið til føroyskt. Elin á Rógvi hevur leikstjórnað. Alvin Ellebye hevur tikið upp og sett saman.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2024

32 Leygardagur 31. august 2024

Nýtt frímerki frá Posta: Smarittarnir hjá Reyða Krossi 25 ár

Vit síggja tey javnan – fólkini í reyðu búnunum við eyðkendu smáu ryggsekkjunum og Reyða Kross-merkinum á bringuni

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í gjár, 30. august vóru 25 ár liðin, síðan samarittbólkurin hjá Reyða Krossi Føroya varð settur á stovn. 

Vit síggja tey javnan – fólkini í reyðu búnunum við eyðkendu smáu ryggsekkjunum og Reyða Kross-merkinum á bringuni. Tey eru sjónliga til staðar á stórum konsertum, festivalum, ítróttatiltøkum, stevnum og sum heild, tá ið nógv fólk savnast.

Tey eru samarittarnir hjá Reyða Krossi - menniskju við ymiskum royndum, frá ymiskum samfelagsbólkum og á ymiskum starvs- og útbúgvingarstigum. Fólk, sum sjálvboðin og ólønt brúka stóran part av síni frítíð at ansa eftir okkum. Hesi 25 árini hava samarittarnir ment seg og eru nú ein væl skipað, sjálvboðin heilsutilbúgving.

Kári við Rættará hevur sniðgivið frímerkið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2024

33 Leygardagur 31. august 2024

Siloa og Thabor 100 ár í ár

Í morgin kl. 17 verður tiltak og sangløta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Thabor
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sunnudagin 1. september verður tiltak og sangløta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði kl. 17.

Í ár eru 100 ár síðani, at húsini Siloa og Thabor blivu bygd. Síðani tá hevur Siloa bygt nýggj hús, og Thabor bleiv útbygt í 1979.

Á tiltakinum sunnudagin fara Jógvan á Lakjuni og Kristian Martin Petersen at halda hvør sín fyrilestur um virksemið og søguna í hjá báðum samkomunum.

Umleið klokkan 18 verður drekkamunnur, og síðani verður “Syngið við” sangløta við andakt.

[object Object]Siloa


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2024

34 Leygardagur 31. august 2024

Økistónar fingið eina flúgvandi byrjan

Hugurin at skipa fyri konsertum kring landið er alstórur, og heilar 37 umsóknir um stuðul vóru innkomnar, tá seinasta freist at søkja var 15. august, sigur Tónleikasamband Føroya

Nevndin í Tónleikasamband Føroya: Gabriel Apetrei, Siri Súsannudóttir Hansen, Dánjal á Neystabø, Marianna Nagata og Niclas Johannesen (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Økistónar, ið er ein stuðulsskipan, sum Tónleikasamband Føroya hevur arbeitt við saman við føroyskum kommunum og landsmyndugleikunum, sær sostatt út til at fáa eina flúgvandi byrjan.

Tónleikarsambandið fegnast um hendan ovurstóra áhuga og íverksetanarhug at skipa fyri konsertum í Føroyum.

Nevnd vald at viðgera umsóknir
Tónleikasamband Føroya og Kommunufelagið hava valt eina nevnd, ið skal meta um umsóknirnar, og hvussu stuðulin til Økistónakonsertirnar verður latin. Tey fimm, ið mannað nevndina eru: Eyðun Christiansen, Malan Thomsen, Rani Nolsøe, Dagfinn Olsen og Siri Súsonnadóttir Hansen.

Eisini er greitt, at samanlagt verður søkt um gott og væl tríggjar ferðir størri upphædd enn tær 380.000 krónurnar, sum eru í puljuni. So nevndin hevur eitt stórt arbeiði fyri framman at meta um, hvussu stuðulin verður latin á bestan hátt.

Fjøltjáttað
Stuðulstíðarskeiðið, sum søkt verður um í ár, er oktober, november og desember.

Umsóknirnar eru av fjøltáttaðum slag og umfata allar flestu øki í landinum.

Umsóknirnar eru somuleiðis sera ymiskar, bæði hvat viðvíkur kørmum og tónlistarligum innihaldi. Hetta samsvarar sera væl við endamálsorðingarnar um Økistónar, ið eitt nú snúgva seg um margfeldni, góðsku og regluligt virksemi, og tað gleðir Tónleikasamband Føroya seg um.

Økistónar tryggjar løn til tónleikarar
Økistónar er skrúvað soleiðis saman, at søkjast kann um stuðul at rinda tónleikarum minstuløn til konsertir. Sostatt liggur tað fast, at líkamikið, hvønn stuðulin verður latin til, so er stuðulin oyramerktur sum løn til føroyskar tónleikarar, tá hesi framføra til konsertir, sum eru umfataðar av skipanini.

Talan er um 2.000 kónur fyri hvønn tónleikara, tó í mesta lagi fimm minstulønir – tað vil siga í mesta 10.000 krónur – fyri hvørt konsert tiltak.

Fáa svar fyrst í september
Av tí, at talan er um eina royndarskipan, so verður skipanin eftirmett loypandi. Lagt er upp til, at 2025 eisini verður eitt royndarár, soleiðis at óvæntaðar avbjóðingar og møguligir vansar við skipanini kunnu rættast til, fyri at skipanin verður til mest møguligt gagns bæði fyri kommunur, land, og ikki minst tónlistafólk og borgararnar í landinum. Vónandi fara vit øll at kenna ágóðan av nýggju skipanini komandi mongu árini.

Nevndin er nú farin at viðgera allar umsóknirnar, og umsøkjararnir fáa svar fyrst í september. Tá verður meira at frætta um, hvussu føroyska konsertlandslagið fer at síggja út, nú Økistónar gerst partur av føroyska konsert gerandisdegnum.
Longu nú er tað kortini vist, at fleiri konsertir verða.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2024

35 Leygardagur 31. august 2024

Gallagher brøðurnir saman aftur

Eftir 15 ára støðg er bretski bólkurin Oasis savnaður aftur

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað eru stórtíðindi í bretska tónleikaheiminum, at brøðurnir Liam og Noel Gallagher nú aftur eru farnir at spæla saman. Tað hava gingið søgur um, at bólkurin Oasis var á veg saman aftur eftir 15 ára støðg, og í vikuni váttaðu brøðurnir tíðindini á sosialu miðlunum.

Komandi summar fara teir at geva fleiri stórar stadionkonsertir í Onglandi, Wales, Skotlandi og Írlandi. Við teirra bretska speii kalla teir konssertferðina fyri Oasis Live ’25 World Tour.

Fyribils eru 14 konsertir kunngjørdar.

Teir spæla 4. og 5. juli á Cardiff Principality Stadium í Wales, 11., 12., 19. og 20. juli í Manchester Heaton Park, 25., 26. juli og 2. og 3. august á Wembley Stadium í London, 8. og 9. august á Ediburgh Scottish Gas Murrayfield Stadium og 16. og 17. august í Dublin Croke Park.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2024

36 Leygardagur 31. august 2024

Stór umskipan av donsku stjórnini

Nú eru 25 ráðharrar og -kvinnur í donsku stjórnini – tað mesta nakrantíð

Mynd: EPA / Mads Claus Rasmussen
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Stór umskipan var í donsku stjórnini í vikuni. Hetta varð m.a. útloyst av, at Dan Jørgensen, ráðharri fyri menningarsamstarv og veðurlagspolitikk, nú er tilnevndur at vera danskt umboð í ES-nevndini.

Eisini boðaði Mette Frederiksen frá, at skipast skulu trý nýggj ráð.

Ein av nýggju ministarunum er evropaministari. Tað verður Marie Bjerre úr Venstre, sum higartil hevur verið ráðkvinna fyri talgilding og javnstøðu. Fremsta endamálið hjá nýggja evropaministaranum er at fyrireika danska formansskapin annað hálvár næsta ár.

Nýggj ráðkvinna fyri talgilding verður Caroline Stage Olsen úr moderata flokkinum, ið kemur frá einum starvi sum ráðgevi hjá Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra. Javnstøðumálini verða flutt yvir til Magnus Heunicke (S), sum fær javnstøðuna afturat umhvørvismálunum.

Nýggjur ráðharri við trygdar- og tilbúgvingarmálum verður Torsten Schack Pedersen úr Venstre

Og so er tað nýggi ráðharrin fyri grønu trýpartaavtaluni. Tað verður sosialdemokraturin Jeppe Brus, sum flytur úr skattamálaráðnum. Nýggjur skattamálaráðharri verður Rasmus Stoklund.

Nýggj í donsku stjórnini er eisini verandi yvirborgarstjórin í Keypmannahavn, sosialdemokraturin Sophie Hæstorp Andersen, sum nú verður social- og íbúðarministari. Hon avloysir Pernille Rosenkrantz Theil, sum fer úr stjórnini.

Málsøkini, sum Dan Jørgensen hevur røkt verða flutt til aðrar ráðharrar. Lars Løkke Rasmussen yvirtekur menningarsamstarv, meðan veðurlagspolitikkur verður fluttur til Lars Aagaard, sum frammanundan er ráðharri við m.a. veðurlagsmálum.

Danska stjórnin

  • Mette Frederiksen (S), statsministari
  • Troels Lund Poulsen (V), verjumálaráðharri og varaforsætismálaráðharri
  • Lars Løkke Rasmussen (M), uttanríkisráðharri
  • Nicolai Wammen (S), figgjarmálaráðharri
  • Sophie Løhde (V), innanríkis- og heilsumálaráðkvinna
  • Peter Hummelgaard (S), løgmálaráðharri
  • Jakob Engel-Schmidt (M), mentamálaráðharri
  • Stephanie Lose (V), búskaparmálaráðkvinna
  • Morten Bødskov (S), vinnumálaráðharri
  • Magnus Heunicke (S), ráðharri við umhvørvis- og javnstøðumálum
  • Ane Halsboe-Jørgensen (S), ráðkvinna við arbeiðsmarknaðarmálum
  • Mattias Tesfaye (S), barna- og undirvísingarmálaráðharri
  • Kaare Dybvad Bek (S), ráðharri við útlendinga- og integratiónsmálum
  • Jeppe Bruus (S), ráðharri fyri grønu trýpartaavtaluna
  • Jacob Jensen (V), ráðharri við matvøru-, landbúnaðar- og fiskimálum
  • Thomas Danielsen (V), samferðslumálaráðharri
  • Christina Egelund (M), útbúgvingar- og granskingarmálaráðharri
  • Mette Kierkgaard (M), ráðharri við eldramálum
  • Lars Aagaard (M), ráðharri við veðurlags-, orku- og veitingarmálum
  • Marie Bjerre (V), evropamálaráðkvinna
  • Morten Dahlin (V), ráðharri fyri býir og landøkir, kirkjumálaráðharri, og norðurlendskur samstarvsmálaráðharri
  • Torsten Schack Pedersen (V), ráðharri fyri samfelagstrygd og tilbúgving
  • Sophie Hæstorp Andersen (S), sosial- og íbúðarráðharri
  • Rasmus Stoklund (S), skattamálaráðharri
  • Caroline Stage Olsen (M), ráðkvinna fyri talgilding


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2024

37 Leygardagur 31. august 2024

Veðurlagsráðharrin innstillaður til ES-nevndarlim

Dan Jørgensen hevur drúgvar royndir í altjóða politikki, og er sjálvskrivaður til embætið, sigur Mette Frederiksen

Dan Jørgensen, nú fyrrverandi ráðharri við veðurlagsmálum og menningarsamstarvi í donsku stjórnini (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danski ráðharrin við veðurlags- og menningarmálum, Dan Jørgensen, var í vikuni innstillaður, at vera danskt umboð í komandi ES-nevndini.

Tað boðaði Mette Frederiksen, stjórnarleiðari, frá á tíðindafundi mikudagin, har danska stjórnin eisini boðaði frá øðrum broytingum í stjórnini.

Freistin hjá ES-limalondum at koma við evnum, at manna nýggju ES-nevndina við Ursulu von der Leyen á odda, er við at nærkast, og í dag varð danska tilnevningin so almannakunngjørd. Harvið er tað eisini greitt, at fyrrverandi radikali fólkatings- og stjórnarlimurin, Margrethe Vestager, ikki heldur fram í ES-nevndini.

Hetta kom ikki óvæntað, tí radikali vinstriflokkurin ikki longur er partur av danska stjórnarsamstarvinum, har sosialdemokratarnir nú samstarva til høgru við moredata flokkin og vinstraflokkin.

[object Object]Forfólkini í stjórnarflokkunum á tíðindafundi mikudagin. Frá vinstru Troels Lund Poulsen, Venstre, Mette Frederiksen, Sosialdemokratiet, og Lars Løkke Rasmussen, Moderaterne (Mynd: EPA)

- Tað eru fleiri orsøkir til at tilnevna Dan Jørgensen. Drúgvar politiskar royndir er ein. Dan hevur verið fólkatingslimur í nógv ár, hevur verið ráðharri í fleiri stjórnum og hevur eisini sitið í ES-tinginum í tvey valskeið, segði Mette Frederiksen á tíðindafundinum í dag.

Áðrenn Dan Jørgensen kann kalla seg ES-nevndarlim – ella kommiserur – skal hann gjøgnum eina hoyring í ES-tinginum. Eftir at øll tey tilnevndu eru hoyrd, skal ES-tingið atkvøða um samlaðu ES-nevndina og nevndarforfólkið. Tingið hevur vald at vraka uppskotini.

Mette Frederiksen leggur dent á, at Dan Jørgensen hevur breiðar altjóða royndir frá bæði ES og ST og at tað tí var upplagt at innstilla hann. Eitt nú hevur hann havt ein ávirkandi leiklut í samráðingunum á altjóða veðurlagsrundunum, sum hava verið hesi seinastu árini.

Margrethe Vestager røkir framvegis embætið sum ES-nevndarlimur fyri Danmark, og hetta kemur hon at røkja í nakrar mánaðir afturat, skrivar Ritzau.

Grønur trípartaráðharri og tveir afturat

Á tíðindafundinum varð eisini boðað frá broytingum í stjórnini. Talan er um at seta á stovn trý nýggj ráðharraráð. Talan verður ein evroparáðharra, sum fær sum høvuðsábyrgd at fyrireika danska formansskapin í Evropasamveldinum 1. juli næsta ár.

Hartil skal vera ein ráðharri fyri samfelagstrygd og tilbúgving og endiliga verður talan um ein nýggjan ráðharra við ábyrgd av grønu trípartaavtaluni.

24. juni í ár kunngørdi stjórnin eina grøna avtalu, sum hevur til endamáls at umleggja danska landbúnaðin, og eitt nú seta avgjald á CO2 útlát frá húsdjórum. Talan er ikki um eina avtalu, sum fólkatingið hevur samtykt enn, men um eina avtalu, ið er gjørd millum stjórnina og eina røð av áhugafelagsskapum.

Nýggi ráðharrin ella -kvinnan við hesi grønu trípartaavtaluni sum ábyrgdarøki, skal tryggja, at tað, sum stendur á pappírinum eisini kann gerast veruleiki komandi árini søgdu teir tríggir floksleiðararnir, Mette Frederiksen, Lars Løkke Rasmussen og Troels Lund Poulsen á tíðindafundinum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2024

38 Leygardagur 31. august 2024

Hetland: Ætlaða rakettútskjótingin verður seinkað

Týska RFA-rakettverksmiðjan hevur nú leyslatið myndir frá eldsprongingini farna mánadag

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týska rúmdarverksmiðjan Rocket Factory Augsburg, RFA, sum stóð aftan fyri miseydnaðu royndini á rakettútskjótingarpallinum í Hetlandi, SaxaVord Spaceport, farna mánadag, hevur ikki mist vónirnar um at skjóta eina veruliga rakett út í rúmdina “skjótast gjørligt”.

Men ætlan er seinkað í mun til upprunaligu ætlanirnar.

Týska felagið hevur nú leysgivið upptøkur av tí, sum hendi á rakettútskjótingarstøðini í landnyðringshorninum av oynni Unst har norðuri í Hetlandi, og greiðir nágreiniliga frá, hvat tað var, sum hendi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Eitt umboð fyri felagið sigur, at ætlanin við royndini var at tendra allar níggju rakettmororarnar fyri fyrstu ferð. Átta tendraðu, men tann níggjundi hevði eitt “sera óvanligt frávik”. RFA heldur, at talan var um, at eldur var í eini súrevnispumpu.

Logarnir kveiktu skjótt í hinar motorarnar, har petroleum (kerosene) var við til at fóðra eldslogarnar.

Seinni var talan um ein sonevndan “súrevniseld”, sum var orsøkin til at øll uppsetingin datt niður.

Felagið ásannar, at eldsløkkiskipanirnar ikki vóru nóg stórar til at basa slíkum ógvusligum eldi.

- Hetta kemur í eini sera avgerandi tíð. Vit ætlaðu at senda fyrstu rakettina út innan fyri tær komandi vikurnar ella mánaðirnar. Hetta ber tíverri ikki til longur, sigur hann, upplýsir ikki nær fyrsta útskjótingin so verður.

Sjálvt undirstøðukervið hevur ikki tikið skaða av eldsbrunanum, men greitt er, at øll skipanin, ið skal halda rakettini upp á pláss í sambandi við útskjotingina, skal byggjast av nýggjum.

Eisini skulu ábøtur gerast á eldsløkkingarskipanina.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2024

39 Leygardagur 31. august 2024

Haakon krúnprinsur: - Hetta er eitt álvarsmál

Norska løgreglan kannar nú tvey onnur mál, har Marius Borg Høiby skal hava verið harðligur móti kvinnum

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Norski krúnprinsurin, Haakon, hevur enn einaferð úttalað seg um málið um sonin hjá krúnprinsessuni, Marius Borg Høiby, ið er skuldsettur fyri harðskap og herverk móti fyrrverandi unnustu síni.

- Hetta er eitt álvarsmál, og tað hevur týdning, at allir partar fáa góða hjálp og stuðul, at tey hava góð fólk rundan um seg, segði krúnprinsurin við norskar fjølmiðlar, tá hann vitjaði stóru oljumessuna í Stavanger, Offshore Northern Seas, ONS, sum varð sett mánadagin.

Skuldsetingarnar móti Marius Borg Høiby vórðu farna fríggjadag víðkaðar, so at hann nú er skuldsettur fyri at hava gjørt herverk á íbúðina hjá kvinnuni, vera komin við hóttanum og gjørt seg inn á hana kropsliga, sum er veikasta harðskapsgreinin sambært norsku revsilógini.

27 ára gamli Marius Borg Høiby hevur alment staðið fram og biðið um umbering til bæði kvinnuna og familju hennara og greitt frá, at hann var ávirkaður av rúsdrekka og rúsevnum, tá hann náttina til 4. august gjørdist harðligur og blakaði við tingum inni í íbúðini, skrivar dr.dk.

Harumframt hevur hann fyrr, umvegis verja sín, greitt frá fyri NRK, at hann hevur havt fleiri “sálarligar avbjóðingar” at stríðast gjøgnum allan uppvøksturin, uttan at hetta tó skal vera nøkur umbering fyri tað, ið hann hevur gjørt.

Upp á fyrispurning um hvussu nógv krúnprinsahjúnini vistu, svarar Haakon krúnprinsur, sambært NRK, at tey vistu tað, sum Marius Borg Høiby hevur fortalt teimum, og at tey kendu til nakrar av “vandafløkjunum”.

Umframt hendingina frá fyrr ímánaðinum, kannar norska løgreglan nú eisini tvey onnur mál móti krúnprinsessusoninum, sum snúgva seg um møguligan harðskap móti tveimum fyrrverandi unnustum – mál, sum er komin fram í kjalarvørrinum av hesum málinum. Marius Borg Høiby hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til hetta.

Hetta vikuskiftið skal systir Haakon krúnprins – Märta Louise prinsessa – giftast við sjálvútnevnda shaman’inum, Durek Verret. Men Marius Borg Høiby verur ikki við til brúdleypið. Hann sendi avboð fyrr í summar, segði Haakon krúnprinsur við fjølmiðlarnar í Stavanger í gjár.

Mette-Marit krúnprinsessa átti sonin Marius áðrenn hon møtti norska krúnprinsinum. Hann verður mettur sum partur av kongsfamiljuni, men ikki sum partur av almenna norska kongshúsinum.

Les eisini: Viðgongur at hann var harðligur í kokainrúsi

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2024

40 Leygardagur 31. august 2024

Útlátið av vakstrarhúsgassi øktist aftur í 2023

Útlátið av vakstrarhúsgassi í 2023 øktist 2,5 prosent. Meðan útlátið frá ídnaðinum, elframleiðsluni og øðrum skipum enn fiskiskipum øktist, vóru aðrir útlátsbólkar, ið nýttu minni olju í 2023 samanborið við 2022.

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Eftir at útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum øktist á hvørjum ári frá 2017 til 2021, vísti uppgerðin fyri 2022, at útlátið var minkað. Í uppgerðini fyri 2023, sum Umhvørvisstovan nú hevur almannakunngjørt, sæst, at útlátið aftur er økt, tó ikki til sama støði sum undanfarin ár. Størri oljunýtsla er høvuðsorsøkin til økingina. 

Í ídnaðinum var oljunýtslan ein triðing størri í 2023 í mun til 2022. Munandi meira olja varð nýtt til framleiðslu av fiskamjøli. Eisini byggivinnan hevði størri oljunýtslu. 

Hóast meira vindorka var á elnetinum í 2023, var samlaða framleiðslan av varandi orku ikki nóg mikil til at nøkta vaksandi tørvin á streymi, og tí var neyðugt hjá SEV at nýta meira olju til elframleiðsluna í 2023. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Minni oljunýtsla hjá fleiri útlátsbólkum 

Meðan útlátið frá ídnaðinum, elframleiðsluni og øðrum skipum enn fiskiskipum øktist,  vóru aðrir útlátsbólkar, ið nýttu minni olju í 2023 samanborið við 2022, eitt nú útlendsk fiskiskip, húsarhald og akfør. 

Eins og í fjør eru revsitiltøkini móti Russlandi ein týðandi orsøk til, at sølan til útlendsk fiskiskip er minkað. Verða útlendsku fiskiskipini ikki tald við í føroysku útlátstølunum, er samlaði vøksturin í útlátinum 5,2 prosent.    

Samanborið við 2022 bunkraðu føroysk fiskiskip 4 prosent meira olju, meðan útlendsk fiskiskip hinvegin bunkraðu 13 prosent minni olju. Sum samlaður útlátsbólkur bunkraðu fiskiskipini, t.e. bæði tey føroysku og útlendsku, 3 prosent minni olju í Føroyum. 

Annað árið á rað var útlátið frá húsarhaldum munandi minni enn undanfarna ár. Gongdin bendir á, at átøkini, ið eru gjørd, fyri at minka um tørvin at hita hús við olju, hava munað.   

Samlaða oljunýtslan hjá akførum var á leið 34 túsund tons í 2023. Hetta er umleið 4 prosent minni enn í 2022. Eisini nýtslan av bensini og diesel minkaði í 2023. Av somu orsøk minkaði útlátið av vakstrarhúsgassi frá ferðslu á vegunum samsvarandi. Fleiri elbilar gera sítt til, at útlátið frá akførum er minkað.   

Tølini stava frá frágreiðingini Útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum, 1990-2023, sum Umhvørvisstovan júst hevur almannakunngjørt. Les alla frágreiðingina her.   

Til ber at síggja fleiri hagtøl um útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum í vitanargrunninum hjá Umhvørvisstovuni. 

Kelda: Umhvørvisstovan 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2024

41 Leygardagur 31. august 2024

Seglskip við 1000 tonsum í lastini ávegis til New York

Seglrikna farmaskipið “Anemos” vil vera við, at tað kann minka CO2 útlátið við 99 prosentum samanborið við eitt vanligt bingjuskip

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Tað er franska reiðararíið TOWT, sum eigur skipið, ið fór úr Le Havre á jomfrúferðini yvir Atlantshav við 1000 tonsum av vørum umborð.

Hetta skrivar The Maritime Executive. Navnið á skipinum merkir “vindur” á grikskum. Tað brúkar nútímans segltøkni, sum er ment til skjóttgangandi Ocean Race seglskip.

[object Object]

'Anemos' er bygt í Rumenia og Fraklandi seinastu tvey árini við stuðuli frá fronksum framleiðarum. Hetta skipið og tess last er tó at meta sum ein dropi í havinum, tá talan er um at samanbera við verandi skipaflota.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2024

42 Leygardagur 31. august 2024

Fyrsta vindorkan í Hetlandi út á bretska elnetið

Nú fyrsti steymurin frá Víkinga vindmylnulundini í Hetlandi er komin út á netið í Bretlandi hevur samlaða vindorkan rokkið 30 GW

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Um somu tíð sum roynt verður at menna vindorkuna í Føroyum við fleiri vindmylnulundum á landi kunnu tey í grannaoyggjunum Hetlandi hátíðarhalda eitt týðandi vegamóti innan vindorkuna.

Varandi orkuøkið í Bretlandi hevur nevniliga rokkið einum vegamóti, nú vindmyllur megna at framleiða meira enn 30 GW av streymi fyri fyrstu ferð. Her er talan um streym frá vindmyllum á landi og til havs. Og er tað nú serstakliga risastóra vindmylnulundin í Hetlandi, The Viking Wind Farm, sum ger munin.

Tær 103 vindmyllurnar, sum vórðu tiknar í brúk í fjør, framleiða nú fyri fyrstu ferð inn á netið á meginlandinum. Til tess at gera hetta møguligt, er lagdur ein streymkaðal á havbotnin millum Skotland og Hetland. Hesin gevur møguleika fyri at flyta streym báðar vegir, tvs. úr Hetlandi inn á skotska meginlandið og øvugt.

Nú arbeiðið at leggja kaðalin er heilt liðugt, er Viking vindmylnulundin bundin í bretska elnetið fyri fyrstu ferð. Hon gevur 443 MW og við henni er samlaði streymurin frá øllum land- og havvindmyllum í Bretlandi farin upp um 30 GW.

Skotski fyrstiráðharrin John Swinney sigur, at tann 160 fjóðringar langi kaðalin millum meginlandið og Hetland er eitt týðandi stig í royndunum at menna grøna orkuskiftið í Hetlandi.  

- Slíkar útbyggingar ikki bert lata upp fyri tí grøna orkuskiftinum, tær eru eisini við til at menna burðardyggan búskaparvøkstur í teimum lokalu økjunum sigur Swinney, sum fegnast um royndirnar at menna vindorkuna til lands í Skotlandi. Hesar eiga ein týðandi leiklut í royndunum at brúka skiftið til at røkka net null málinum.

[object Object]

Tey 30 GW, sum varandi orkukeldur framleiða í Bretlandi, kunnu veita streym til meira enn 26 milliónir húsarhald og minka um útlátið við meira enn 35 milliónum tonsum hvørt ár.

Varandi orka veitti 46,4 prosent av eleftirspurninginum í fjør. Vindorka er størsti parturin av varandi orkuni í Bretlandi við 28,1 prosentum av allari streymnýtsluni í fjør og meira enn 60 prosent av varandi orkuni. Stjórin í Renewabel UK Ana Musat sigur sambært Energy Voice, at vindorkan fer at vera grundvøllurin undir framtíðar orkuskipanini í Bretlandi.

Musat sigur, at kanningar vísa, at ein tvífaldan av landvindmyllum í 2030 fer at menna búskapin við 45 mia. pundum og skapa 27.000 størv.

Bretland setti upp fyrstu vindmylnulundina í Delabole í Cornwall í 1991 og fyrstu offshore vindmyllurnar í Blyth í 2000. Menningin hevur verið áhaldandi við 1 GW í 2005, 5 GW í 2010, 10 GW í 2013 og 15 GW í 2017. Seinastu sjey árini hevur vindorkan so ment seg til 30 GW.

Ætlanin hjá Keir Starmer stjórnini er at økja vindorkuna á landi til 30 GW og fýrfalda vindorkuna til havs til 60 GW.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2024

43 Leygardagur 31. august 2024

Norska Equinor: Fyrsta veitingarskip í heiminum við ammoniakk

Fyritøkan hevur gjørt avtalu við Eidesvik Offshore um at umbyggja veitingarskipið “Viking Energy” til at sigla við ammoniakki heldur enn diesel. Hetta verður fyrsta av sínum slag í heiminum

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Skipið verður liðugt umbygt í 2026 og fer at hava 70 prosent minni útlát tá. Skipið veitir tænastur til pallar hjá Equinor á norska landgrunninum, skrivar Equinor á síni heimasíðu. Viking Energy verður sostætt tað fyrsta veitingarskipið í heiminum, sum fer at sigla við ammoniakk sum brennievni.

Motorurin kemur frá finsku verksmiðjuni Wartsila.

- Vit ætla at minka útlátið frá skipunum vit brúka á norska landgrunninum við eini helvt innan 2030. Vit halda, at ammoniakk kann gerast eitt av framtíðar brennievninum til skipaflotan, sigur Ørjan Kvelvane frá Equinor. Equinor hevur fingið tillutað 5 milliónir evrur í stuðuli til umbyggina frá ES grunninum “Horizon Europe”.

Hjá Equinor ásanna tey, at veitingar skipaflotin er við at gerast gamal, og tørvur er á endurnýggjan. Tað krevur so aftur menning av tøknini og krevur tað íløgur og samstarv við myndugleikarnar. Norska stjórnin hevur boðað frá, at hon fer at seta hægri krøv til nýggj veitingarskip til tess at minka um útlátið.

Equinor hevur í dag sáttmála fyri 25-35 veitingarskip á norska landgrunninum, og fevna uppgávurnar um umleið 45 offshoreskip innan veiting, akkershandfaring og trygd. Reiðaríini, sum arbeiða fyri Equinor, eru fyri stóran part norsk ella 85 prosent. Hesi hava 1300 norsk sjómenn til arbeiðis. Føroyska frálandsreiðaríið Skansi Offshore hevur í mong ár havt sáttmálar við Equinor.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2024

44 Leygardagur 31. august 2024

KÍ misti plássið í yvirtíðini

Árni Frederiksberg sendi KÍ á sigurskós, men beinleiðis reytt kort og vantandi uppdekking í brotsteignum kostaðu dýrt í kvøld. Eins og móti Banja Luka, vóru føroyameistararnir í góðari støðu at koma víðari

Kappingarárið hjá KÍ 2024 fer at standa sum eitt stórt vónbrot. Tað kundi verið nakað øðrvísi, um KÍ var kaldari móti HJK (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var ógvuliga nær við, at KÍ annað árið á rað skuldi spæla í bólkaspælið í Conference League - tí sum nú er skipað sum eitt sonevnt deildarspæl. Tað glapp tó, eins og móti Borac Banja Luka. Ikki í longdari leiktíð, men í yvirtíðini.

Árni Frederiksberg sendi annars KÍ á sigurskós í Helsinki við sínum 13. evropeiska málið. Vongurin legði afturat føroyska metinum, men ikki við sínum gylta vinstra beini. 

Hallur Hansson fekk fatur á bóltinum eftir høgt trýst hjá KÍ, hann fann síðani Árna, sum hevði gott pláss í millumrúminum. 7' arin rak móti høgru og móti brotsteignum, og úr beint yvir tjúgu metrum sveiggjaði Árni høra beinið. Bólturin fór sendandi í netmestarnar, uttan at málverjin hevði nakran møguleika.

[object Object]
(Mynd: EPA)

Hetta var í 57. minutti, og talan var um fyrsta skotið á mál í øllum dystunum. Bæði liðini tyktust heldur varin og eisini uttan skarpleika, tá tey komu upp á seinasta triðingin størsta partin av dystinum.

Føroyameistararnir fingu reytt kort nakrar fáar minuttir eftir málið. Á klossuttan og óneyðugan hátt koyrdi Cedric Yambere fótin uppfrá og inn í beinið á mótsstøðuspælara beint uttan fyri egnan brotsteig. Fríspark og gult kort - men HJK slapp ikki at taka frísparkið beinanvegin.

Endurtøkurnar, sum vit fingu í stroymingini, vóru ikki so greiðar, men tað er ilt at bólka hetta sum eitt greitt reytt kort. Kortini skuldi tað ígjøgnum VAR, og mín sann um ikki ísraelski dómarin skjótt kom við reyða kortinum. Fyrimunur til finnar, sum vóru favorittar.

Tað var tó ikki so, at KÍ var undir tungum trýsti restina av dystinum. Eins og í Føroyum, tyktiskt HJK at vanta greiðar ætlanir við bóltinum. KÍ vardi sum heild heilt væl við tíggju monnum fram til 90. minutt - tað gjørdist ongantíð heilt vandamikið - samstundis sum teir í kongabláum hótti fínt í tveimum førum.

Frír spælarar avgjørdu fyri finnar í yvirtíðini

Beint sum yvirtíðin byrjaði, gekk tó galið. Ein langur bóltur kom aftur um Patrick Da Silva, ið als ikki fylgdi við, og framman fyri málinum hevði Diago Tomas, sum hevði runnið seg leysan av Odmari Færø, frítt mál. 1-1 og forloysing hjá finnum.

Næsta álop: Fríspark til HJK sum varð tikið stutt. Tveir finnar sluppu at spæla ótarnaður millum sín tvær ferðir, og so hevði finski liðformaðurin aftur púra frítt innlegg. Har dekkaði eingin Lee Erwin upp mitt fyri, og tvímálsskjúttin av Tórsvølli slapp at senda HJK í deildarspælið. Alexander Berntsson var hvørki nær við at tarna Erwin, og stóð sviin eisini so, at áleyparin ikki kundi vera rangstaddur.

Tað er at irða seg nógv um í KÍ-leguni, at slík grundleggjandi mistøk í verjustøðu í sambandi við innlegg kostaðu, tá KÍ hevði so gott tamarhald á støðuni fram til tað.

Samanlagt teir báðar dystirnar spældi KÍ í undirtali móti HJK í yvir 80 minuttir - útvið ein heilan dyst. Og liðið hjá Espen Haug var betri samanlagt - serliga á Tórsvølli, og hevði tamarhald leingi eftir 1-0 málið seinna dystinum. Tó varð tað ov lætt at skora móti KÍ í nøkrum førum. Reyða kortið í dag var, eins og tann seinna hjá René Shaki í Føroyum, ein heilt óneyðug takkling, tó at tað kann bólkast í bíligara endanum.

[object Object]Finnin hjá finska høvuðsstaðarfelagnum, Lee Erwin, gjørdist maðurin, sum við trimum málum oyðilegði evropadreymarnar hjá KÍ í ár (Mynd: EPA)

UEFA Confernce League play-off umfar, seinni dysturin
Bolt Arena, Helsinki - hósdagin 29. august
HJK Helsinki  - KÍ 2-1 (0-0) 4-3 samanlagt
57' 0-1 Árni Frederiksberg (Hallur Hansson)
90+1' 1-1 Diago Tomas
90+3' 2-1 Lee Erwin 2-1

KÍ (3-4-3): Mark Fabricius Jensen - Cedric Yamberé, Heini Vatnsdal (46' Odmar Færø) Alexander Berntsson - Jóannes Kalsø Danielsen, Hallur Hansson (95' Joseph Williams), Albert Ejupi (71' Deni Pavlovic), Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, Páll Andrasson Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken (83' Mads Boe Mikkelsen)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2024

45 Leygardagur 31. august 2024

Yambere gevst í KÍ

Hann hevur longst heim, og nú er greitt, at miðverjin vendir heim til konu og børn í Bordeaux

Cedric Yambere (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍ og miðverjin Cedric Yambere gjørdu í gjár avtalu um, at hann gevst í KÍ og vendir heim til konu og børnini í Bordeaux.

Hesum boðar KÍ frá í gjár.

- Góðu klaksvíkingar, tíðin er komin til, at eg fari heim aftur til mína kæru familju. Eg hevði viljað, at mítt ævintýr í KÍ endaði øðrvísi, men eg má ásanna, at fótbóltur kann eisini vera eirindaleysur, sigur Cedric við heimasíðuna hjá KÍ.

- Eg gloymi ikki, at frá fyrsta degi í Klaksvík kendi eg meg sera vælkomnan í KÍ-familjuna. Liðfelagaðar og áskoðarar hava tikið ímóti mær við opnum ørmum. Tíðarskeiðið her í KÍ fari eg at minnast alt lívið við gleði.

Tað hevur verið kent í felagnum, at leikarin hevur longst heim, sigur KÍ.

Flytingarvindeyga í Fraklandi lat aftur í gjárkvøldið, so nú var lagaliga løtan at enda samstarvið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2024

46 Leygardagur 31. august 2024

NSÍ sendi HB longri frá FM-heitinum

Petur Knudsen avgjørdi í vindinum við Løkin - við brotssparki sum eykamálverjin hjá HB gjørdi. Gott kvøld hjá eysturoyarfeløgunum og ringt kvøld hjá havnarfeløgunum

Petur Knudsen var við í øllum trimum málunum, tá NSÍ skúgvaði HB til viks. HB vann annars hinar báðar dystirnir móti NSÍ 3-2; týskvøldið var umvent (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Víkingur gjørdi sítt í stórum stíli í Gundadali, og hinu megin Eysturoyartunnilin fekk tættasti kappingarneytin í oddinum, HB, einki burturúr. Fyri triðju ferð í ár fór liðið hjá Adolfo Sormani aftur til høvuðsstaðin uttan stig. Samstundis reisti NSÍ seg eftir greiða tapið fyri 07 Vestur og tók eitt risa fet móti at tryggja fjórðaplássið. 

HB legði seg annars á odda í lutfalsliga nógva vindinum við Løkin. Tað var Leivur Fossdal Guttesen, sum aftur legði væl inn fyri úr høgru, og Mikkel Dahl var á rætta staðnum - aftan fyri aftara miðverjan - og stýrdi bóltinum fram við Kristiani Joensen. 

Tað vóru vertirnir, sum vóru omaná móti heldur skerda HB-liðnum: Bartal Wardum og Áki Samuelsen eru framvegis skaddir, Teitur Matras Gestsson og Sammy Skytte spældu ikki vegna skaðarnar, sum teir fingu í Sarpugerði fríggjakvøldið, og Mathias Voss og Jákup Thomsen høvdu leikbann. Harvið kom seinna hálvfinalan avgjørt at kosta.

NSÍ søkti væl at fleiri ferðir í fyrra hálvleiki, og tað gav úrslit, tá heimaliðið javnaði í 35. minutti. Steffan Løkin og Petur Knudsen spældu saman í høgru, Petur slapp framvið, legði hart inn fyri av baklinjuni, og so sá tað út til, at ein HB-verjuspælari gjørdi sjálvmál, beint áðrenn Klæmint Andrasson Olsen fekk prikað bóltin í netið.

HB hevði mótvind eftir steðgin, men byrjaði nakað betri. Talan var sum heild um ein lívligan dyst, og tað var NSÍ, sum fekk fyrimunin miðskeiðis í 2. hálvleiki. Petur Knudsen við góðum og hørðum hornasparki, sum "nýtti vindin væl", og við aftaru stong var Steffan Løkin púra fríur.

2-1 og sum heild hekk HB ikki eins væl saman hesaferð, sum í so nógvum øðrum dystum í ár. NSÍ hevði eisini onkrar góðar støður til at økja - serliga innskifti Jasper van der Heyden - men tá tíggju minuttir vóru eftir, fór Hanus Sørensen at dribbla í vinstru. Stutt inni í brotsteignum sendi miðvallarin frálíkt skot avstað, Kristian Joensen bjargaði, men Noah Mneney var fyrstur á returbóltinum. Leigaði miðvallarin, ið tók ábyrgd týskvøldið, stýrdi bóltin í NSÍ-netið við høvdinum.

Bæði liðini fóru nú eftir sigrinum, og tað koppaði til heimaliðið. Eftir 86 minuttir gjørdi HB ov seint av í uppspælinum og í mótvindinum, eykamálverjin Rasmus Nilsson undirmetti støðuna, og tók eina heldur vánaliga nerting, og so kom Klæmint Andrasson Olsen millum unga danan og bóltin. Greitt brotsspark og Petur Knudsen ísakaldur úr ellivu metrum.

HB fer at koma í Evropa, men meistaraheitið, og harvið Champions League, tykist ikki so nær nú. 

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sannførandi Víkingasigur í Gundadali

Í Gundadali skuldu Jóhan Petur Poulsen og hansara menn reisa seg eftir tunga hálvfinalutapið fyri HB fríggjakvøldið. Hetta gjørdi Víkingur eisini ógvuliga væl móti B36.

Útiliðið setti seg á dystin beinanvegin, og í 10. minutti varð yvirvágin gagnnýtt. Heldur tilvildarliga spældu Ari Olsen og Jørgen Nielsen bandaspæl í B36-brotsteignum, men Ari var púra kaldur, tá bólturin kom til hann.

17 minuttir seinni økti hin strandingurin í høgru síðu hjá Víkingi. Sølvi Vatnhamar, ið burdi skorað til 2-0 stutt áðrenn, kom inn í brotsteign í vinstru, sendi bóltin víðari við uttarusíðu, og umvegis Vilmer Rønnberg endaði bólturin hjá Poul Kallsberg. Vongurin setti fótin á: 10. málið hjá Víkinga-toppskjúttanum í Betrideildini.

Tað sá út til, at Víkingur hevði fult tamarhald á, men B36 gjørdi bart eina løtu fyri steðgin. Marius Kryger Lindh skoraði flott mál til 1-2 í 37. minutti, tá hann trekti fram við Sølva Vatnhamar, og høgdi bóltin upp í longra málhorn við vinstra beininum.

Næstu løtuna sá tað út til, at Víkingarnir bara vildi sleppa til hálvleiks, og í steðginum hava Jóhan Petur og teir fingið nøkur ting uppá pláss: Í øllum førum fingu teir avgjørt dystin fyrstu løtuna í 2. hálvleiki.

Víkingur hevði ein stóran møguleika beinanvegin, og i 53. minutti eydnaðist at spæla seg úr høga trýstinum hjá B36. Ari Olsen hevði síðani eitt frálíkt síðuskifti, Olaf Bárðarson setti ferð á, kom inn í brotsteigin, bjóðaði Jann Benjaminsen av, og U21-landsliðsspælarin smekkaði bóltin í málið umvegins ein B36'ara.

[object Object]Olaf Bárðarson var í hopla fyrstu løtuna í 2. hálvleiki, og var tað hann, sum økti til 3-1 (Mynd: Sverri Egholm)

Fleiri myndir frá dystinum her

Fýra minuttir seinni spældi Víkingur ógvuliga væl í vinstru, Silas Eyðsteinsson helt ikki skotinum hjá Sølva Vatnhamar, og bólturin fór ístaðin beint út til Jørgen Nielsen. 4-1, og restina av dystinum var tað nærri 5-1 enn 4-2.

Klettskarð tryggjaði sigurin í yvirtíðini

21. sigurin á rað hjá KÍ móti EB/Streymi var harðvunnin og eisini heppin sunnudagin. Uttan Árna Frederiksberg og fleiri skaddar ella spardar spælarar skapti heimaliðið KÍ millum lítið og einki fyri steðgin. EB/Streymur hevði størsta møguleikan fyrstu 45 minuttirnar, tá KÍ bjargaði á strikuni, men í yvirtíðini sendi Jóannes Kalsø Danielsen bóltin væl inn í EB/Streyma-brotsteigin. Dagsins KÍ-liðformaður fann Mads Boe Mikkelsen, ið hegnisliga tók bóltin við sær og skoraði trygt. Fyrsta málið síðani 1. umfari hjá Mads, ið hevur verið nógv skaðadarvaður.

Í 62. minutti vísti danski dómarin Albert Ejupi av vølli. Royndi KÍ-miðvallarin hevði fingið gult kort tíggju minuttir frammanundan, og yvirsatsaði av álvara í støðu mitt av vøllinum. Ein ógvuliga óneyðug atgerð hjá Ejupi, ið takklaði Virgar Jónsson hart og setti lið sítt í truplari støðu.

Eins og í dystinum móti HJK hóskvøldið, skuldi KÍ spæla í nógvar minuttir í undirtali, og nátúrligt var, at EB/Streymur fekk meira spæl. Sigfríður Clementsen setti bæði Boubacar Dabo og Jens Erik Bruhn á vøllin, og hetta gav úrslit í 77. minutti, tá fyrrnevndi við hørðum innleggi úr høgru fann síðstnevnda. Dabo var kaldur og javnaði.

Nú fóru bæði liðini eftir sigrinum. KÍ er á 3. plássi og kundi ikki nýta javnleik til nakað. 

Beint áðrenn yvirtíðina noyddist innskfti Jonn Johannesen av vøllinum aftur - við børu. Ein keðilig støða og hon merkti millum annað, at tað var 9 móti 11 teir seinastu áleið átta minuttirnar. KÍ blakaði kortini so at siga allar fram, men tað gav EB/Streymi pláss, og útiliðið hevði eisini bóltin í KÍ-málinum í yvirtíðini. 

Hesaferð legði Dabo yvirum til Jens Erik Bruhn, sum als ikki rakti bóltin væl. Hann rakti tó Emil Weihe Joensen, og bólturin síðani víðari í málið. EB/Streyms-spælararnir vóru byrjaðir at fegnast, men so kom flaggið hjá hjálpardómaranum undir Atlantis upp fyri rangstøðu.

Tað gingu bert nøkur sekund, til peikað varð á brotssparksblettin í hinum endanum. Her varð mett, at Andras Olsen koyrdi Kristoffer Ødemarksbakken um koll. Norðmaðurin var farin til stroks og datt lætt. Danski dómarin var tó ikki í iva. Og so tók Páll Andrasson Klettskarð av. 9'arin hjá KÍ tryggjaðu teimum níggju og KÍ ein kærkomnan sigur, og var hetta við Betrideildarmáli nummar 200 hjá Pálli.

Betri deildin menn 20. umfar

Fríggjadagin 23. august 
Skála ÍF - ÍF 3-3 (2-1)
08' 1-0 Maxwell Effiom
24' 2-0 Maxwell Effiom
42' 2-1 Peter Ullum
54' 2-2 Uros Stojanov
72' 3-2 Maxwell Effiom
86' 3-3 Sjálvmál

Leygardagin 24. august
07 Vestur - B68 2-0 (1-0)
37' 1-0 Emil Pedersen
73' 2-0 Jónas Prior

Sunnudagin 25. august
KÍ - EB/Streymur 2-1 (1-0)
45+1' 1-0 Mads Boe Mikkelsen
77' 1-1 Boubacar Dabo (Jens Erik Bruhn)
90+8' 2-1 Páll Andrasson Klettskarð, br.
Reytt kort: 62' Albert Ejupi (seinna gula)

Týsdagin 27. august
NSÍ - HB 3-2 (1-1)
17' 0-1 Mikkel Dahl (Leivur Fossdal Guttesen)
35' 1-1 Klæmint A. Olsen (Petur Knudsen)
66' 2-1 Steffan Løkin (Petur Knudsen)
81' 2-2 Noah Mneney (Hanus Sørensen)
88' 3-2 Petur Knudsen, br.

B36 - Víkingur 1-4 (1-2)
10' 0-1 Ari Olsen (Jørgen Nielsen)
27' 0-2 Poul Kallsberg (Sølvi Vatnhamar)
39' 1-2 Marius Kryger Lindh (Jann Benjaminsen)
53' 1-3 Olaf Bárðarson (Ari Olsen) 
57' 1-4 Jørgen Nielsen (Sølvi Vatnhamar)

Støðan

Víkingur 54 stig
HB 48 stig
KÍ 45 stig
NSÍ 37 stig
B36 29 stig
07 Vestur 27 stig
Skála ÍF 15 stig
B68 14 stig
EB/Streymur 13 stig
ÍF 4 stig

Víkingur og KÍ hava spælt 19 dystir. Hini hava spælt 20.

Komandi dystir

Leygardagin kl. 17: ÍF - HB
Leygardagin kl. 17: EB/Streymur - 07 Vestur
Leygardagin kl. 17: Víkingur - NSÍ
Leygardagin kl. 18.30: B36 - B68

Sunnudagin kl. 15: KÍ - Skála ÍF

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2024

47 Leygardagur 31. august 2024

21 spælarar á listanum til fyrstu Nations League-dystirnar

Men tríggir spælarar skuldu leggjast afturat í vikuni, staðfesti Håkan Ericson á tíðindafundi mánadagin. Føroyar spæla á heimavølli móti Norðurmakedonia 7. september og í Riga tríggjar dagar seinni

Eingin "bumba" á dagsins tíðindafundi á Tórsvølli. Eftir hann segði Håkan Ericson, at Hallur Hansson ikki metur tíðin er júst tann rætta til eina landsliðsafturvendan aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein málverji afturat, ein miðverji/verjukendur miðvallari afturat og ein áleypari/vongur afturat. 

Håkan Ericson og Eli Hentze skuldu í vikuni - eftir dystirnar í Betrideildini - gera av, hvøjrir tríggir teir seinstu spælararnir í A-landsliðiðhópinum í september verða.

Hetta staðfesti høvuðsvenjarin beint eftir úttøkuna. Håkan Ericson segði eisini, at hann og Hallur Hansson hava havt longri samrøður um støðuna, men at serliga spælarin sjálvur metir, at júst nú er ikki rætta tíðin at koma við aftur á A-landsliðið. Royndi miðvallarin, sum gjørdist landsliðsliðformaður, eftir at Håkan tók við í 2020, hevur millum annað byrjað inni í seinastu trimum Conference League-dystunum hjá KÍ.

[object Object]
Hallur Hansson legði KÍ á odda 2-1 móti HJK Helsinki á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Álopsessini hjá KÍ, Páll Andrasson Klettskarð og Árni Frederiksberg, eru ikki tøk til landsliðið. Venjaratoymið hevur tó aftur roynt at fáa fatur á Árna, sambært bolt.fo.

Mattias Lamhague er ógvuliga ivasamur. Venjaratoymi vil líka síggja hansara støðu nærri, nú Mattias er byrjaður at venja eitt sindur í Danmark aftur, men har kemur helst ein annar málverji fyri skaðadarvaða Frederica-málverjan. Teitur Matras Gestsson er komin aftur at Bárði á Reynatrøð, og nógvir aðrir eru nú við aftur landsliðnum, í mun til Baltic Cup í juni:

Andras Edmundsson og Brandur Hendriksson Olsen eftir avboð seinast, og Hørður Askham, Mads Boe Mikkelsen og Sølvi Vatnhamar eftir skaðar.

[object Object]
Andrias Edmundsson í nærdysti móti Noregi í fjør. Sterki miðverjin ynskti ikki at koma við til Baltic Cup í juni, tí hann var í gongd við at skifta til Wisla Plock, sum kappast ovarliga í næstbestu polsku deildini (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Håkan Ericson nevndi á tíðindafundinum, at tað er jaligt, at Andrias, Hørður og Daniel Johansen hava tikið eitt fet upp á yrkisleiðini. Verjuspælararnir spælu allir í triðbestu deild síðsta kappingarár. Andras spælir nú í næstbestu polsku deildini, og Hørður og Daniel í tí næstbestu donsku deildini.

Í mun til júst verjuna: Hóast hann hevur U21-aldur, og U21-landsliðið eisini spælir í september, er Samuel Chukwudi við A-landsliðnum aftur. Landsliðsvenjarin er vælnøgdur við árið hjá HB-miðverjanum, og fær hann mest sannlíkt leiklut í dystunum móti Norðurmakedónia og Lettlandi.

A-landsliðshópurin:

Málverjar:
Teitur Matras Gestsson, HB
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Jann Julin Benjaminsen, B36
Viljormur Davidsen, HB (Liðformaður)
Daniel Johansen, Hillerød
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Poland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur

Miðvallarar:
Brandur Hendriksson, Frederikstad (Norra)
René Shaki Joensen, KÍ
Hanus Sørensen, HB
Adrian Justinussen, Hillerød (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Mads Boe Mikkelsen, KÍ

Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedonia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ

Nations League 2024 - deild C, bólkur 4

1. umfar, leygardagin 7. september
Føroyar - Norðurmakedónia

2. umfar, týsdagin 10. september
Lettland - Føroyar

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2024

48 Leygardagur 31. august 2024

Sonni Ragnar aftur á landsliðnum - Brandur aftur givið avboð

Patrik Johannesen og Pætur Petersen eru eisini tiknir út til álopskenda partin. Ein málverji vantar framvegis í hópinum til dystirnar móti Norðurmakedonia og Lettlandi

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein spælari er úttikin til A-landsliðið hjá monnum, meðan hann spælir við 07 Vestur. Her síggjast millum annað Sonni Ragnar Nattestad og Pætur Petersen (t.v.), tá báðir byrjaðu inni í undankappingardysti í Kekkia í oktober. Sonni hevur ikki spælt landsdyst síðani (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mánadagin kunngjørdi Håkan Ericson nøvnini á 21 spælarum, sum skulu við til fyrstu uppgávurnar hjá A-landsliðnum í Nations League 2024-2025.

Tá varð kunngjørt, at trý pláss stóðu leyst. Hósdagin vórðu tríggir spælarar úttiknir - men ein gav eisini avboð.

Brandur Hendriksson Olsen spældi 65 minuttir fyri felag sítt, Fredrikstad sunnudagin, men sambært fsf.fo, er skálvíkingurin vorðin skaddur aftur. Harvið hevur Brandur givið avboð, og er hetta ein smeitur fyri føroyska liðið, sum ikki hevur so nógvar sentralar miðvallarar.

[object Object]
Brandur Hendriksson sum føroyskur liðformaður í venjingardysti í mars. Til Baltic Cup í juni gav Brandur avboð, tí honum tørvaði hvíld. Nú órógvar ein skaði landsliðsúttøkuna hjá dugnaliga miðvallaranum (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Ein royndur miðverji er aftur. Sonni Ragnar Nattestad hevur spælt 48 landsdystir og var seinast á vøllinum fyri landsliðið í oktober í fjør. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein spælari er úttikin til A-landsliðið hjá monnum, umboðandi 07 Vestur.

Patrik Johannesen og Pætur Petersen eru tiknir út til álopskenda partin afturat. Patrik kom aftur í vetur eftir álvarasaman knæskaða. Tvøramaðurin hevur spælt lítið fyri Breiðablik í seinastuni - ikki spælt meira enn ein tíma síðani fyrst í juli. Hann fekk eina løtu í landsdystunum í juni.

Pætur Petersen hevur eisini verið í íslendskum fótbólti - í ár hevur tað ikki hilnast serliga væl hjá skálvíkinginum í KÍ. Eins og Patrik, hevur áloyparin tvey mál í kappingarárinum; tó við nakað fleiri minuttum. 

Ein málverji skal afturat í hópin. Bíðað verður helst eftir, hvussu tað gongst við venjingarvikuni hjá Mattiasi Lamhauge í Danmark. Hann er við at koma fyri seg eftir skaða.  


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2024

49 Leygardagur 31. august 2024

U21 við spennandi hópi til stórar dystir

Spæla í Kroatia 5. september og móti Grikkalandi í Klaksvík 10. september. Áki Samuelsen er millum teir, ið mangla, men nógvir við stórum leikluti í Betrideildini eru við

Eyðun Klakkstein staðfesti aftur, at Føroyar fara at royna eftir stigametinum (11 stigum) Í løtuni hevur U21 7 stig. Tað er alsamt truplari at taka út, segði høvuðsvenjarin eisini (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Áðrenn Håkan Ericson slapp framat mikrofonini í tíðindafundsstovuni hjá FSF mánadagin, setti Eyðun Klakstein orð á, hvørjir 19 spælarar skulu við til komandi uppgávur hjá U21-landsliðnum.

Hópurin móti Kroatia 5. september og Grikkalandi 10. september

Ari í Haraldstovu Petersen, KÍ
Jóannes Davidsen, EB/Streymur
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Børge Petersen, KÍ
Ási Dam, HB
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Noah Hans Mneney, HB
Aron J. Ellingsgaard, Víkingur
Heini F. Sørensen, Thisted FC (Danmark)
Ejvind R. Mouritsen, HB
Beinir Nolsøe, NSÍ
Jens Erik Bruhn, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Víkingur
Jørgen Nielsen, Víkingur
Olaf Bárðarsson, Víkingur
Gutti Dahl-Olsen, B36
Leivur F. Guttesen, HB

Av teimum, sum hava spælt nógv í undankappingini higartil, skínur tað mest í eyguni, at Áki Samuelsen ikki er á listanum. 20-ára gamli álopsprofilurin hjá HB er úti við fótskaða. 

Liðfelagið hansara, Samuel Johansen Chukwudi, hevur eisini U21-aldur, men hevur sterki miðverjin ongan dyst spælt í hesari undankappingini, og er Samuel eisini á A-landsliðnum hesaferð.

Leivur Guttesen er fyri fyrstu ferð á U21-landsliðnum. Vinstrabeinti 22-ára gamli vongurin hevur fingið sítt gjøgnumbrot í ár, og kann Leivur verða eitt boð uppá ein avloysara hjá Áka Samuelsen - tó er mest sannlíkt, at vandamiklu Víkinginavengurnir, Poul Kallsberg og Olaf Bárðarson, spæla flestu minuttirnar í síðunum.

[object Object]
Leivur Fossdal Guttesen avgerð her grannauppgerð móti B36. Hoyvíkingurin spældi millum annað eisini stóran leiklut í hálvfinalusigrinum í Sarpugerði fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Beinir Nolsøe hevur gjørt vart við seg á NSÍ-miðvøllinum, og kann hann fáa sínar fyrstu U21-minuttir í september. Aron Jarnskor Ellingsgaard og Gullbrandur Øregaard vóru við A-landsliðnum í juni - báðir eru aftur við U21 hesaferð.

Áki Johannesen og Signar á Brúnni hava havt stórar leiklutir í undankappingini higartil, men verjuspælararnir eru ikki á listanum hesaferð. Liðformaðurin hjá B68 hevur havt ymiskar skaðatrupulleikar, sjálvt um hann hevur spælt nógv í seinastuni. Ari Olsen hevur tikið yvir á høgra bakki hjá Víkingi aftur, og tískil hevur Signar ikki spælt heilt nógvar minuttir í seinastuni.

Fýra dystir eru eftir í undankappingini - harav tríggir á heimavølli. Dysturin í Kroatia 5. september verður harvið seinasti útidysturin hjá U21-landsliðnum í hesari undankappingini. Føroyar taptu 4-2 í heimadystinum móti Kroatia í fjør. Grikkaland vitjar 10. septeber - grikkar vunnu 3-0, tá liðini hittust í november.

Eyðun Klakstein sigur, at teir fara eftir U21-metinum, sum er 11 stig fyri eina undankapping. Føroyar hava eftir seks dystir 7 stig og er á 4. plássi í bólkinum við seks liðum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2024

50 Leygardagur 31. august 2024

U21: Mikkjal er nú úttikin

U21-landsliðsvenjararnir hava ikki Áka Johannesen og Samuel Chukwudi tøkar, og hava sent boð eftir miðverjanum hjá EB/Streymi til dystirnar móti Kroatia og Grikkalandi tíðliga í september

Mikkjal Hellisá er fastur fúsur í miðverjuni hjá barndómsefelagnum. Hann hevur framvegis sín fyrsta U21-landsdyst til góðar (Mynd: EB/Streymur)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann er fastur maður og ein umráðandi maður hjá EB/Streymi. 22-ára gamli miðverjin er varaliðformaður og hevur nú yvir 100 dystir á baki í Betrideildini.

Mikkjal Hellisá hevur framvegis ikki spælt nakran U21-landsdyst men hevur sitið á bonkinum til nakrar dystir seinastu trý árini. Seinast sterki verjuspælarin úr Haldórsvík spældi landsdystir var við U17-landsliðnum í 2018.

Nú fær Mikkjal møguleikan at koma við U21-landsliðnum aftur - hetta er fyrstu ferð í ár, at hann skal við.

Mikkjal Hellisá varð annars ikki úttikin í fyrstu syftu. Eitt pláss stóð opið í hópinum, tá Eyðun Klakstein avdúkaði hann mánadagin.

Her hevur hevur uttan iva verið bíðað eftir boðum viðvíkjandi Áka Johannesen, sum hevur fingið eitt brot í fótin.

Samuel Johansen Chukwudi er á A-landsliðnum og tí ikki tøkur hjá U21-landsliðnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2024

51 Leygardagur 31. august 2024

B68 verður uttan lyklaspælara restina av kappingarárinum

Áki Johannesen hevur eitt brot í fótinum. Hetta kann verða ein stórur smeitur í niðurflytingarstríðnum - sterki miðverjin hevur spælt so at siga allar minuttirnar í ár

Áki Johannesen er umráðandi í miðásanum hjá barndómsfelagnum. Her sæst 21-ára gamli verjuspælarin í steypafinaluni í fjør móti HB, har hann gjørdist dagsins spælari
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann hevur spælt so at siga allar minuttirnar í Betrideildini í ár - flest hjá B68.

Áki Johannesen er umráðandi í miðverjuni hjá barndómsfelagnum, kann eisini spæla á verjukenda miðvøllinum, og hevur 21-ára gamli toftamaðurin javnan liðskiparabandið á arminum. B68 hevur latið 35 mál inn í ár - ikki eins nógv sum kappingarneytarnir í botninum.

Í steypafinaluni í fjør varð Áki Johannesen valdur sum besti spælarin á vøllinum, og tað er eingin ivi um, at U21-landsliðsspælarin hevði verið ein lyklaspælari í endaspurtinum í tætta botnstríðnum.

Áki var tó ikki á listanum hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen mánadagin, tá U21-landsliðið varð úttikið. Miðverjin spældi annars 90 minuttir í Sørvági leygarkvøldið, men hjá lækna stutt eftir tað kundi staðfestast, at hann hevði eitt brot í fótinum.

Sambært in.fo skal Áki Johannesen fyrst hava gips og síðani serligan stivla á. Tá hann sleppur av við hesi, er kappingarárið liðugt.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2024

52 Leygardagur 31. august 2024

Útihýstur í yvir trý ár

Vegna hendingina við Løkin 28. juni, kann fyrrverandi ítróttarstjórin hjá NSÍ einki hava við fótbólt at gera til og við 2027. NSÍ fær eisini bøtur fyri útsagnir hjá formanninum og áskoðaraatburð

Bylgjurnar gingu høgt við Løkin undir og beint eftir Betrideildardystin hjá monnum millum KÍ og NSÍ 28. juni. Fótbóltssambandið hevur nú givið bann, ávaring og bøtur til Nes Sóknar Ítróttadelag fyri atburð og útsagnir - serliga mótvegis dómarunum
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Bylgjurnar gingu høgt við Løkin undir og beint eftir Betrideildardystin hjá monnum millum KÍ og NSÍ 28. juni. Spælarar, venjarar og fjepparar hjá NSÍ vóru ikki bara eitt sindur ónøgd við, at Kári á Høvdanum dømdi brotsspark til KÍ móti endanum - brotpssparkið gjørdist avgerandi - at hann ikki støðgaði spælinum beint frammanundan og vísti Páll Klettskarð av vølli, og at dómarin heldur ikki steðgaði spælinum í sambandi við 1-1 málið, tá verjuspælari hjá NSÍ lá niðri og helt sær fyri høvdið.

KÍ vann dramtiska dystin 2-1, og eftir dystin leyp nú fyrrverandi ítróttarstjórin framav. Dómsúrskurðurin er nú vorðin almennur. Hann staðfestir, at tríggjar ferðir royndir at leypa á dómaratoymið. Til seinast - inni í Bylgjuni - var kontakt millum ítróttarstjóran og 4. dómaran, áðrenn vaktir komu ímillum.

Tað er aga- og etiskanevndin hjá FSF, sum hevur viðgjørt støðuna. Starvsnevndin hjá FSF tók málið upp. 

Staðfestingin og niðurstøðan er, at ítróttarstjórin, ið sjálvur fór frá eftir hendingina, ikki kann hava nakað við fótbólt at gera fram til endan av 2027. Sektað verður sambært brot á grein 8 og grein 14 í fótbóltslógini og fyri bort á grein 13 og 14 í FIFA Disciplinary Code. Avgerðin um útihýsing kann innan 5 dagar kærast til Yvirkærunevndina.

15.000 krónur í bót

Nes Sóknar Ítróttarfelag fær eisini revsing fyri útsagnir hjá formanninum til miðlar um dømingina, og fyri at áskoðarar kastaðu lutir inn á vøllin - nærhendis har dómarahópurin og onnur fólk gingu eftir dystin. Í skrivinum stendur, at talan var serliga um "ein vandamiklan lut" - eina fulla øldós.

Formaðurin úttalaði seg til Dimmalætting í vikuni eftir, har hann tosaði um dómaraavrikið "á sera neiligan hátt".

Nevndin, sum hevur viðgjørt málið, heftir seg við, at hóast NSÍ alment hevur tikið frástøðu frá hendingunum, so hevur felagið "ikki gjørt sær ómak at upplýsa málið mótvegis FSF, men hinvegin roynt at seta spurnartekin við frágreiðing dómarans".

Fyri útsagnirnar fær formaðurin í NSÍ eina átalu frá FSF, umframt 5.000 krónur í bót. Hetta kann ikki kærast. Samanlagt er bótin hjá NSÍ 15.000 krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2024

53 Leygardagur 31. august 2024

Jákup takkar fyri seg á Toftum

- Eg tími ikki hetta órógvið rundan um B68, so tí havi eg boðað frá, at eg verið bara árið út, sigur venjarin við Frihedsbrevet. Fíggjarliga og ítróttarliga sperda B68 skal eisini hava nýggja leiðslu um tvær vikur

Síðst í 2022 slapp B68 undan niðurflyting, Jákup á Borg skrivaði undir trý-ára sátmála, og málið var tá, at man innan tað tíðarskeiðið skuldi bjóða av um evropeiskt pláss. Ætlanin er tó kollsilgd, og venjarin fer frá eitt ár fyri tíð (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Kaldir vindar blása aftur á B68. Í fjør varð gjørt greitt, at fótbóltsfelagið á Toftum var fíggjarliga sera spert. Nógvar vantandi inntøkur frá stuðlum var ein orsøk, men hóast stórt undirskot var fyri 2022, 800.000 krónur, varð í fráboðan frá B68 fyrst í mars 2023 gjørt greitt, at her var einki at stúra fyri. 

- Bróðurparturin av hallinum stóðst í stóran mun av avsetingum og óvæntaðum útreiðslum og tiltøkum fyri at varðveita sæti í fremstu røð í føroyskum fótbólti og hetta eydnaðist eisini til fulnar.

- Stór tiltøk eru sett í verk fyri at fáa stuttfreistaðu og útistandandi skuld burtur, og áðrenn aðalfundin var meginparturin av skuldini burtur. Felagið verður skuldarfrítt í vár áðrenn farið verður inní summarið.

Skuldin vaks tó, og í august 2023 tók Høgni Petersen við sum formaður eftir Ian D. Jacobsen, sum legði frá sær, eins og meginparturin av nevndini gjørdur.

Tað var rokaligt í felagnum fyri umleið einum ári síðani. Tað kom í ljósmála um tað mundið, at skuldin hjá felagnum var farin uppum tvær milliónir krónur, og at spælarar við fleiri vantaðu løn. Eisini vóru ymiskar ósemjur og óvissur um serliga fíggjarlig viðrskifti.

Millum annað vantaði peningur hjá litaviska felagnum MB Ibeta, sum Høgni Petersen eisini hevur samstarvað við í vinnuligum høpi. Talan er um samanlagt 400.000 krónur - hesar hevði nú fráfarni formaðurin fingið lovað, men teir hevur B68 ongantíð fingið, sambært Frihedsbrevet.

Miðilin hevur seinastu dagarnar skrivað eitt sindur um MB Ibeta, Høgna Petersen, eina íbúðarverkætlan á Toftum, sum tykist vera steðgað upp - og B68. Tingini síggja onkursvegna út til at hanga saman, tó at fleiri faktorar enn hetta heilt vist hava havt ein leiklut. Ibeta og felagið sum Høgni Petersen er stjóri í, Skákið, skuldu standa fyri íbúðunum. Nú hevur Høgni Petersen lagt kongin í B68, eins og bróður hansara Eyðun Petersen, sum var næstformaður.

Nú tímir Jákup ikki meira

Tað er eitt sindur torført at samla allar træðrirnar á Toftum, og tað hevur verið torført hjá B68 at hóra undan fíggjarliga. Nýggir stuðlar eru komnir inn til 2024, onnur pengainnspræning hevur verið, umframt at hópur og felag hava gjørt øðrvísi ting fyri at savna pening inn.

Eykaaðalfundurin hjá felagnum er aftur í gjár útsettur, til 11. september. Tá skal nevndin mannast av nýggjum, og nýggjur formaður skal finnast. 

Viðkomandi skal eisini skriva undir við nýggjan høvuðsvenjara til besta mansliðið fyri 2025. Tað hava søgur gingið umr fyrr í ár, um at Jákup á Borg møguliga fór at gevast - millum annað vegna úrslit og órógv. Nú slær havnarmaðurin sjálvur fast, at dystirnir í september og oktober verða hansara seinastu sum oddamaður í B68.

- Eg skrivaði undir í trý ár, tí eg helt veruliga, at tað var nakað at byggja víðari á. Men eg tími ikki hetta órógvið rundan um B68, so tí havi eg boðað frá, at eg verið bara árið út.

Hetta sigur Jákup á Borg við Frihedsbrevet. Samstundis kemur alment fram, at tað var fyrr í summar, at venjarin boðaði nevndini frá avgerðini. Jákup og B68 hava annars sáttmála fyri 2025 eisini.

[object Object]
Jákup á Borg endar, har sum hann byrjaði við B68: Í einum niðurflytingarstríði (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2024

54 Leygardagur 31. august 2024

B68-formaðurin leggur frá sær

Høgni Petersen leggur frá sær sum B68 formaður eftir eitt ár við róðrið. Eykaaðalfundur verður týsdagin

Høgni Petersen (Savnsmynd: B68)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

B68 skal hava nýggjan formann á eykaaðalfundinum, sum verður týskvøldið í næstu viku, 3. september.

Høgni Petersen hevur lagt frá sær sum formaður, visti Eysturoyarportalurin í vikuni at siga frá keldum, sum standa fóbóltsfelagnum nær.

Boðini um, at hann legði frá sær, komu stutt eftir eina grein hjá Frihedsbrevet mánadagin, sum snýr seg um íbúðarbygging á Toftum, og stuðul frá litaviskum virki til B68. Høgni Petersen stóð á odda fyri felagnum, sum skuldi lata hesar íbúðirnar byggja. Litaviska felagið MB Ibeta skuldi hjálpa til við byggingini, og eisini stuðla B68 við 200.000 krónum árliga.

Fótbóltsfelagið á Toftum hevur verið í fíggjarligum trupulleikum seinastu árini, og orsøkin er millum annað vantandi stuðulsinntøkur frá litaviska felagnum, sum B68 hevði roknað við.

Tað var síðst í august í fjør, at, Høgni Petersen tók við sum nýggjur formaður eftir Ian D. Jacobsen, og longu nú eitt ár seinni, hevur hann valt at leggja frá sær.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2024

55 Leygardagur 31. august 2024

Steffen Landro revsaður fyri at seta pening á egnar dystir

118 dømi um ólógliga vedding og fyrrverandi 07 Vestur-venjarin hevur fingið leikbann í tíggju mánaðir í Noregi. Landro noktar seg sekan - øll brotini vórðu framd áðrenn tíðina í Føroyum

Hann setti ikki pening á mótsstøðuliðið, men tá man er venjari og spælari, er vedding á egnar dystir bannað. Talan var um eitt mynstur hjá Steffen Landro í, í øllum førum fýra og eitt hálvt ár í Noreg (Mynd: jn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ein dómur hjá norska fótbóltssambandinum frá februar er komin í ljósmála, har høvuðspersónurin er ein persónur, sum var høvuðsvenjari í Betrideildini hjá monnum fyrr í ár. Málið snýr seg um ólógliga vedding og fótbóltsdystir.

Talan er um Steffen Landro, sum er dømdur fyri at í heili 118 førum hava sett pening á dystir, har lið, sum hann hevur verið venjari hjá, hevur spælt.

Yvir 100 prógvað dømi - einki er úr Føroyum

Sambært Bergensavisen hevur venjarin tippað dystir í tíðarskeiðinum frá januar 2019 til juni 2023. Hetta meðan Steffen Landro var høvuðsvenjari hjá Sandnes Ulf og Ull/Kisa í næstbestu norsku deildini.

Tað vil siga, at her er einki - sum er prógvað í øllum førum - frá tíðini í Føroyum ella frá tíðini í Nest-Sodra (í árunum upp til 2019). 07 Vestur setti Landro í starv í vetur, men norðmaðurin varð uppsagdur síðst í juni. Høvuðsorsøkin var, at hann ikki arbeiddi eftir tí leistinum, sum 07 Vestur vildi. 

Hetta vil eisini siga, at Steffen Landro varð dømdur fyri ólóliga vedding, meðan hann var í venjarasessinum í Vágum. Dómur hjá "Norges fotballforbunds (NFF) doms- og sanksjonsutvalg" fall í februar 2024. Hann hevði tó ikki fingið nakran dóm áðrenn setanina, og leikbannið er bert galdandi í Noreg. Tað framgongur einki, um nøkur boð komu til føroyska felagið um serligu støðuna.

Bergensavisen skrivar, at norska fótbóltssambandið hevur eina fyrningarfreist, so alt áðrenn 2019 ber ikki til at fara eftir. Sum nevnt eru tað 118 dømir innan fýra og eitt hálvt ár, sum dómsnevndin hjá NFF metti, at haldgóð prógv vóru fyri. 

Talan er um ógvuliga álvarsamt brot innan ítrótt: At seta pening á lið, sum man sjálvur er íblandaður í - sjálvt um man "setir pening á seg sjálvan". Og tað er tað, sum Landro eftir øllum at døma hevur gjørt: Tippa egið lið. Fyri hetta brotið fekk Steffen Landro eina revsing, sum er galdandi í Noreg alt 2024. Hann kann ikki virka sum venjari undir NFF fyribils.

- Tað var kanska familjan og vinfólk

Bergensavisen skrivar, at man hevur spurt Steffen Landro um viðmerkingar, men dømdi venjarin hevur ikki svarað. Norski miðilin hevur eisini biðið um innlit í, hvørjar dystir Landro er dømdur fyri at hava ólógliga sett pening á. Hetta var ikki gingið á møti. Tó varð meira ella minni váttað, at talan ikki var um veddingar ímóti egnum liði.

Tað framgongur, at tað var í juni í fjør, at NFF fekk eini boð frá varskógvarum um, at Landro hevði spælt uppá egið lið við at nýta fleiri kontur hjá útlendskum veddingarfyritøkum. "Lotteritilsynet"  kom síðani inn í málið og fór at kanna.

Steffen Landro noktar seg sekan. Í sínari frágreiðing fyri dómsnevndini hjá NFF greiddi hann frá, at vinfólk og familja við atgongd við hansara veddingarkontur møguliga hava framt tær 118 veddingarnar. Hann kundi ikki avnokta, at onnur fólk høvdu atgongd.

Í dóminum verður tó sligið fast, at trúvirðið í hesum er lítið, tí at Lotteritilsynet hevur verið í gongd við IP-adressur og annað. Víst verður eisini á, at tað er ósannlíkt, at onnur møguliga gjørdu hetta yvir fýra og eitt hálvt ár við kontum hjá venjaranum sjálvum. 

Bergenavisen slær fast, at man millum annað nevnir Steffen Landro við navnið, av tí at hann er eitt rímiliga kent navn í økinum og yvir fótbóltsnoreg, at hann er dømdur hjá NFF fyri at hava gjørt nakað galið sum venjari. Eisini er tað fyri ikki at hava gitingar úti um, hvør "tipparin" er. 

Landro hevur verið uttan starv síðani uppsøgnina í Føroyum. Hann kann sum nevnt ikki veruliga arbeiða við fótbólti í Noreg, tað sum eftir av 2024. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. august 2024

56 Leygardagur 31. august 2024

U19: Hópurin til Baltic Cup úttikin

Sigtór Petersen hevur úttikið 18 spælarar úr sjey ymiskum fótbóltsfeløgum til kappingina í næsta mánaða. Kappingin í Estlandi er fyrireiking til A-undankappingina í vetur

U19-kvinnulandsiðið fyrr í ár (Mynd: fsf.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tríggir dystir eru á skránni, tá U19-fótbóltslandsliðið við gentum í døgunum 9. til 17. september fer til Estlands, har Baltic Cup er á skránni.

Tann 11. september spæla Føroyar og Litava á Voru Sport stadion í Voru, og verða næstu dystirnir á Tehvandi stadion í Ortepaa.

Tann 13. september møta føroysku genturnar Estlandi, og mánadagin 16. september er mótstøðuliðið Lettland.

Sigtór Petersen er venjari hjá U19-gentunum, og hann hevur nú sett navn á tær 18, ið eru boðsendar til Baltic Cup 2024.

Hópurin
Brá Zakariasardóttir, Fortuna Hjørring (Danmark)
Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36
Astrid Poula Mittfoss, HB
Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB
Lisa Haraldsen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Fríða Magnussen, Víkingur
Jóhanna Gaard, Víkingur
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Sólja Ernstdóttir, KÍ
Vár Johannessen, KÍ
Elspa Maria Zachariassen, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Natalia Dansdóttir Olsen, NSÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Jakobina Bergsdóttir, Skála

Næst á skránni eftir Baltic Cup er EM-undankappingin, sum verður í Serbia mánaðarskifti november-desember. Hini bæði londini í bólkinum eru Eysturríki og Kekkia.

Fyrr í ár gjørdust Føroyar besti 2’arin í deild B, og okkara gentur verða tískil at finna í deild A, tá EM-undankappingin verður í heyst.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. august 2024

57 Leygardagur 31. august 2024

U15 gentur: Silvur í tættari kapping

Føroyska U15 fótbóltslandsliðið við gentum endaði á øðrum plássi í Baltic Cup 2024, sum hevur verið í Estlandi

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Ein sigur og tvey tap. Tað gjørdist úrtøkan hjá føroyska U15 fótbóltslandsliðnum við gentum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í Baltic Cup í Estlandi, har, umframt Føroyar og Estland, Lettland og Litava eisini luttóku.

Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 3-2 fyri Litava. Sigrið Hansdóttir skoraði bæði málini Síðani vunnu okkara gentur 3-1 á Lettlandi, meðan síðsti dysturin í kappingini endaði við 4-1 tapi fyri Estlandi. Málskjúttarnir móti Lettlandi vóru Sigrið Hansdóttir, sum gjørdi tvey, og Lilja Højstetd. Málið ímóti Estlandi skoraði Rakul Madsen.

– Samanumtikið var hetta ein góð kapping fyri okkara gentur. Sjálvandi høvdu vit ynskt okkum meir, og eg haldi eisini, at vit høvdu betri uppiborið móti Litava. Tí hóast vit vóru undirmannaðar stóran part av seinna hálvleiki, so vóru vit væl við, og komu eisini fram til fleiri góðar møguleikar.

– Ímóti Lettlandi vóru okkara betri á meir ella minni øllum plássum, samstundis sum genturnar vístu ein framúr stríðsvilja, og tað var einki at ivast í, at tær vildu vinna. Hinvegin, so gekk ikki sum ætlað í síðsta dystinum, sum var ímóti Estlandi. Hóast eina góða byrjan upp á dystin, so eru vit eitt sindur óheppin við málunum, sum vit lata inn, og tá blívur tungt. Men soleiðis er viðhvørt, og tað mugu vit royna at læra av. Nú hyggja vit fram ímóti næstu kapping, sum verður í september, sigur venjarin, Allan Smedemark, við heimasíðuna hjá FSF.

Litava vann Baltic Cup 2024 fyri U15-landslið við gentum við níggju stigum, meðan Føroyar, Lettland og Estland fingu trý stig í part. Men av tí at Føroyar høvdu betri málmun, blivu okkara gentur nummar tvey og fingu silvur. Lettland bleiv nummar trý, og Estlandi endaði á fjórða plássi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. august 2024

58 Leygardagur 31. august 2024

Sven-Göran Eriksson deyður

Kendi svenski fótbóltsvenjarin var landsliðsvenjari í Onglandi, Meksiko, Fílabeinsstrondini og Filipsoyggjum

Sven-Göran Eriksson heilsaði upp á fjeppararnar hjá italska felagnum Lazio í mai í ár. Hann førdi Lazio til italska meistaraheitið í 2000 (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Svenski fótbóltsvenjarin Sven-Göran Eriksson doyði mánamorgunin, eftir at hava verið sjúkur í longri tíð. Hann gjørdist 76 ára gamal, boðar familja hansara frá.

- Tað gekk skjótt til seinast, og í morgun svav hann inn við familjuni rundan um seg, sigur umboðsmaður hansara, Bo Gustavsson, sambært svenska sjónvarpinum, SVT.

Sven-Göran Eriksson var raktur av krabbameini í brisinum, og greiddi í januar frá í svenskum útvarpi, hat hann í besta føri hevði eitt ár eftir at liva í.

Sum venjari náddi Sven-Göran Eriksson at standa á odda fyri 12 liðum, Degerfors og IFK Göteborg í Svøríki, Benfica í Portugal í tveimum frum, Roma, Benfica, Sampdoria og Lazio í Italia, Manchester City og Leicester City í Onglandi, kinesisku felgini Guangzhou, Shanghai og Shenzhen.

Hann førdi IFK til svenska meistaraheitið í 1982, Benfica til porgusisiska meistaraheitið í 1983, 1984 og 1991 og Lazio til italska meistaraheitið í 2000.

Hann var eisini landsliðsvenjari í Onglandi 2001-2006, Meksiko 2008-2009, Fíkabeinsstrondini 2010 og seinasta uppgáva hansara var sum landsliðsvenjari í Filipsoyggjum 2018-2019. 

[object Object]Eriksson stóð á odda fyri enska landsliðnum í 67 dystum frá 2001 til 2006. 40 sigrar, 17 javnleikir og 10 ósigrar (Mynd: EPA)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2024

59 Leygardagur 31. august 2024

Rakk ikki til HM-hálvfinalupláss hjá Jónasi

At renna 200 metrar uppá 21,63 var júst ov nógv. Jónas Isaksen endaði nummar fýra á sínum riðli, og endaði fýra pláss frá hálvfinaluplássinum hjá teimum bestu U20-rennarunum í heiminum

18-ára gamli kvívíkingurin var tíggju hundraðpartar frá nummar trý, Hristo Ilev úr Bulgaria, sum var ein av teimum, ið rann seg víðari (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Nummar 28 í heiminum hjá monnum U20 á 200 metrum. Hetta er ikki eitt so galið pláss at vera, men hjá Jónasi Gunnleivsson Isaksen er tað nakað at iðra seg um. 

Í innleiðandi riðlinum í Lima endaði Jónas á 4. plássi av teimum sjey. 18-ára gamli kvívíkingurin var tíggju hundraðpartar frá nummar trý, Hristo Ilev úr Bulgaria, sum var ein av teimum, ið rann seg víðari.

Slíkir eru marginalarnir í renning á serliga styttri teinunum. Jónas rann ikki heilt upp til sína bestu tíð á 200 metrum, men tíðirnar vóru ikki teir heilt góðu í Lima hóskvøldið, har tað var nakað av vindi.

Í roynd og veru var Jónas á hægri plássi samanlagt, enn hansara undantíð var. Føroyingurin, sum rennur fyri danska ungdómslandsliðið, endaði nummar 28 av teimum samanlagt 59 í kappingini (undantíðin var nummar 33). 24 teir fremstu sluppu víðari til hálvfinaluni.

Eitt vónbrot hjá Jónasi Isaksen, sum hevur verið darvaður av lærskaða í upptaktini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2024

60 Leygardagur 31. august 2024

Lionsbikarið byrjar hondbóltin sunnudagin

Í morgin verða dystirnir um Lionsbikarið í hondbólti hjá kvinnum og monnum, ið saman við stórsteypadystunum í fótbólti útvega eina fitta upphædd til gott endamál, sum hesaferð verður Alzheimerfelagið

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Aftur í ár er Hoyvíkshøllin karmur um teir báðar dystirnar, ið formliga skjóta hondbóltsveturin í gongd, tá ið bestu liðini hjá kvinnum og monnum síðsta kappingarár møtast í steypadystum. Og sum vant, er talan um samstarv millum Lions Club í Føroyum og Hondboltssamband Føroya.

Spælt verður um Lionsbikarið, hvørja ferð eitt nýtt hondbóltsár byrjar, og í ár eru dystirnir báðir sunnudagin millum meistarar og steypavinnarar. Kvinnuliðini hjá Kyndli og StÍF spæla klokkan 15 og mansliðini hjá H71 og VÍF spæla klokkan 17, so fýra ymisk feløg eru umboðað hesaferð.

Alzheimerfelagið fær ágóðan
Umframt at vera ársins fyrstu avgerandi hondbóltsdystir, hava dystirnir um Lionsbikørini eisini til endamáls at fáa til vega pengar til eitt vælgerðarendamál. Fyri at fáa upphæddina størri, verður alt talt saman og handað einum móttakara, tá ið stórsteypadystirnir í fótbólti eru spældir til várs.

Hesaferð er gjørt av, at tað verður Alzheimfelagið, ið skal fáa ágóðan frá fyrstu dystunum í komandi hondbólts- og fótbóltsárinum. Hetta er eitt felag fyri tey, ið hava demenssjúku og teirra avvarðandi, og felagið skopar fyri bæði samrøðubólkum, demenslinju, veitir fylgjarakort og útvegar teknið ‟Ein hjálpandi hond”.

Tilsamans liva eini 900 fólk í Føroyum við demensi, og av teimum eru um 30 fólk undir 67 ára aldur. Øll hesi, ið eru rakt av demensi, hava eisini avvarðandi, og tað talið verður mett at vera yvir 2.000 tilsamans.

Móttakarar av ágóða frá Lions Club:
2014 Sjóndepilin
2015 Føroya Fólkaháskúli
2016 Samarittarnar hjá Reyða Krossi
2017 Heilafelagið
2018 Sjúklingarhotellið Tórshavn
2019 Felagið fyri Lesi- og Skriviveik
2020 “Øll hava rætt til góð barnaár”
2021 Epilepsifelagið
2022 Hoyr
2023 Berin

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2024

61 Leygardagur 31. august 2024

Hjalti skal hjálpa Bredsdorff

Hondbóltssambandið hevur nú sett avloysaran hjá Juliani Johansen á A-landsliðnum. Hjalti Mohr Jacobsen og HSF hava skrivað undir sáttmála, sum eftir ætlan er galdandi í hálvtannað ár

Hjalti Mohr Jacobsen til U19 HM í Kroatia í fjør. Hann hevur venjararoyndir frá at hava arbeitt við dugnaligum ungum føroyskum spælarum (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

HM play-off dystirnir hjá Norðurmakedonia í mai vóru teir seinastu hjá Julian Johansen sum hjálpavenjari hjá A-landsliðnum við monnum í hondbólti. Havnarmaðurin staðfesti tá, at tíðin og orkan hjá honum, ikki heilt rakk til uppgávuna sum hjálparmaður hjá Peter Bredsdorff-Larsen.

Hondbóltssambandið hevur nú sett ein avloysara, og tað er Hjalti Mohr Jacobsen.

38-ára gamli havnarmaðurin, sum til dagliga starvast í Føroya Banka, er kendur fyri sína tíð sum spælari hjá Kyndli, og hevur hann eisini stjórnað fremsta mansliðið felagins - í fjør var liðið aftur frammarlaga í Burn-deildini.

[object Object]
Hjalti í steypafinaluni í 2017, har Kyndil basti H71 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Seinastu árini hava Hjalti og Djóni Gaard Joensen staðið á odda fyri 04- og 05-árgangunum, har spælarar sum Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl hava verið við. Ungu føroysku menninir endaðu nummar 9 til U18 EM í 2022 og nummar 8 til U19 HM árið eftir. Í ár gekst ikki heilt sum ætlað til U20 EM, har Føroyar vóru júst ov stuttar til at kappast um pláss til HM fyri U21-lið næsta ár.

[object Object]
Lekbrá undir U19 HM - Hjalti hevur orðið (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Harvið endaði tíðin hjá Hjalta Mohr Jacobsen sum U-landsliðsvenjari. Nú verður hann partur av A-landsliðsvenjaratoymi.

Í november fara Føroyar undir EM-undannkappingina, har Føroyar skulu royna at enda frammanfyri í øllum førum tveimum av hesum londunum: Niðurlondum, Ukraina og Kosovo.

Sáttmálin millum HSF og Hjalta Mohr Jacobsen er galdandi til og við januar 2026, um Føroyar aftur megna at spæla seg til EM-endaspæl.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2024

62 Leygardagur 31. august 2024

Mladen Mjerimacka nýggjur málverjumennari

Málverjuúrmælingurin hjá VÍF er settur í partíðarstarv hjá HSF. 35-ára gamli serbin hevur ymiskar royndir í yrkinum

Serbin hevur verið leingi í Føroyum. Umframt at spæla við VÍF er hann í løtuni málverjuvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrr í ár lýsti Hondbóltssamband Føroya ein nýggjan leiklut leysan. Talan var um "málverjamennari", sum er eitt parttíðarstarv. Hetta er nú sett. HSF boðar nú frá, at Mladen Mjerimacka er settur í starvið.

Mladen Mjerimacka kom til Føroya í 2013 at spæla við Kyndli. Stinni málverjin hevur harvið spælt og búð í Føroyum í yvir tíggju ár, og hevur nú 35-ára gamli serbin ofta verið kosin besti málverji í Burn-deildini.

[object Object]
Mladen í eyðkendum stíli (Mynd: Andrei Antal)

Mladen Mjerkimacka hevur seinastu sjey kappingarárini spælt við VÍF. Hann hevur eisini verið málverjuvenjari hjá ungdómslandsliðum. Í løtuni er Mladen knýttur at kvinnulandsliðnum, sum skal til EM-endaspælið seinni í ár.

Nýggja starvið er liður í at lyfta týdningarmikla leiklutin hjá føroysku málverjunum, slær HSF fast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. august 2024

63 Leygardagur 31. august 2024

Bogaskjóting: Kappaðust um øll FM-heitini

Mest spennandi finalan var tann hjá compound-monnunum, men tað var kapping um øll heiðursmerkini, tá FM í uttandura bogaskjóting var í Hoydølum sunnudagin. Undirtøkan kundi tó saktans verið væl størri

Sjey skjúttar kappaðust í gjár
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Veðrið skikkaði sær av tí besta, og tað gekk væl at avgreiða alla kappingina, tá FM í uttandura bogaskjóting var á bogaskjótibreytini í Hoydølum seinnapartin sunnudagin.

Eins og í fjør vóru tað sjey bogaskjúttar, sum stillaðu upp, og aftur í ár varð bara kappast í bólkunum compound menn, compound kvinnur og recurve menn. Samanborið við í fjør, varð skotið um øll FM-heitini hesa ferð.

Bárður Magnusson, Vágaskot, og Michael Feldballe, Tambar, kappaðust hjá monnum recurve, og her vann Bárður fyrst innleiðandi kappingina 561 (285+276) – 489 (229+260) og síðan finaluna 6 – 2 (21–25, 25–22, 23–17, 24–22).

Hjá kvinnum compound bleiv FM uttandura aftur í ár ein hólmgonga ímillum Rakul Dam, Tambar, og Helenu við Misá, Ørvur. Og aftur í ár fór Helena avstað við sigrinum. Hon vann finaluna 114–109 eftir eisini at hava vunnið innleiðandi kappingina sannførandi – har fekk hon 514 (253+261) og Rakul 488 (241+247).

Hjá monnum compound stóð kappingini ímillum teir tríggjar Jóannes Poulsen, Ørvur, Nikkel Petersen, Ørvur, og Jógvan Niclasen, Tambar.

Jóannes vann innleiðani kappingina, har hann fekk 690 (343+347), framman fyri Nikkel 653 (314+339) og Jógvan 672 (336+336). Jóannes hevði tískil tryggjað sær beinleiðis pláss í finaluni, meðan hinir báðir skuldu skjóta semifinalu um hitt finaluplássið. Nikkel vann semifinaluna ímóti Jógvani 142–136.

Finalan ímillum Jóannes og Nikkel bleiv síðan tann tættasti og mest spennandi dysturin í FM-kappingini hesa ferð. Jóannes var tó framman fyri alla tíðina og vann finaluna 142–140.

Hýrurin var góður á øllum FM-luttakarunum bæði undir kappingini og aftaná, men tey harmaðust tó, at ikki fleiri høvdu teknað seg. Áhugin at vera við í FM uttandura hevur generelt verið í minna lagi.

Onkur helt, at kappingin kanska liggur skeiva tíð á árinum, tí tey flestu nú hava havt ein langan steðg frá skjótingini, síðan vetrarkappingin endaði, og tískil ikki halda seg til vegna vantandi venjing. Onkur annar helt, at tað heldur var eitt tekin um ov lítlan áhuga, tí tað ber til at halda seg í góðari venjing hóast summarsteðg í kappingunum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2024

64 Leygardagur 31. august 2024

Líggjas og Janus golfmeistarar

Felagsmeistarakapping var farna vikuskiftið fyri seniorar og veteranar

Líggjas Jógvansson, t.v., og Janus Norðberg (Mynd: Tórshavnar golffelag)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hóast ongin føroyameistarakapping verður hildin í golfi, so kunnu Líggjas Jógvansson og Janus Norðberg gott kalla seg føroyameistarar fyri ávikavist seniorar og veteranar. Tí farna vikuskiftið vunnu teir einastu meistarakappingina, ið verður hildin í Føroyum, felagsmeistarakappingina hjá Tórshavnar Golffelag.

Seniorarnir spældu tvær ferðir 18 hol, meðan veteranarnir spældu tvær ferðir 9 hol á golfbreytini á Glyvursnesi.

Líggjas vann kappingina fyri seniorar. Hann brúkti 169 sløg tilsamans. Palli Henriksen brúkti 185 sløg og Óskar Eiríksson 186.

Janus Norðberg vann við 92 sløgum, næstir honum vóru Símun Mittún og Kaj Antoniussen við 122 sløgum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2024

65 Leygardagur 31. august 2024

Sarah Mahfoud fær brasilska mótstøðu í Royal Arena

Skal boksa móti Danila “A Guerreira” Ramos um rættin at fáa HM-dyst

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nummar 2 og 3 á heimsstyrkilistanum hjá WBO hittast til stórdyst 12. oktober í Royal Arena á Amager, tá fyrrverandi heimsmeistarin í boksing, Sarah Mahfoud úr Vestmanna, ger enn eina royna at fáa ein HM-dyst.

Longu í fyrsta dystinum eftir HM-ósigurin í Las Vegas, bíðar sterka brasilska Danila Ramos, sum eisini er fyrrverandi heimsmeistari, og sum í fjør boksaði ein søguligan HM-dyst móti boksistjørnuni Amanda Serrano, sum hevur HM-heitið hjá bæði WBA og WBO.

- Hetta er eitt stórt sats, tí talan er um eina mótstøðu og ein dyst, sum í veruleikanum er á HM-støði. Danila Ramos kann væl hugsast at verða sterkasta mótstøða, sum Sarah Mahfoud nakrantíð hevur havt á danskari jør, sigur Bettina Palle, sum skipar fyri boksistevnuni í Royal Arena 12. oktober.

- Á styrkilistanum hjá WBO liggja tær báðar nummar 2 og 3. Nummar 1 er týska Nina Meinke, sum Sarah Mahfoud fyrr hevur vunnið á í HM-dysti, og hon er júst útvald til at boksa um leysa HM-heitið hjá IBF.

[object Object]
Danila “A Guerreira” Ramos

- Tí er talan í veruleikanum um ein dyst millum tær báðar sterkastu á listanum hjá WBO, og harvið um møguleikan at stríðast um trónuna hjá Amandu Serrano. Vinnarin kemur nógv nærri einum nýggjum HM-dysti, so nógv er upp á spæl, sigur Bettina Palle.

Boksað verður í 10 umfør, og alment er talan um altjóða heitið hjá WBO, sum er eitt slag av undandysti til heimsmeistaraheitið.

Danila Ramos hevur boksað 16 dystir sum professionell. Hon hevur vunnið 13 og tapt tríggjar – í øllum førum var talan um HM-dsytir. Hon er fyrrverandi heimsmeistari hjá WBO, tá hon í 2023 vann á argentinsku Brenda Karen Carabajal, sum Sarah Mahfoud eisini vann á, tá hon í 2020 gjørdist IBF-heimsmeistari.

Danila Ramos við hjánavninum “A Guerreira” (stríðskvinnan) misti heitið 27. oktober 2023 í Orlando upp á stig móti Amandu Serrano í einum søguligum dysti í kvinnuboksing, tí hetta var fyrstu ferð, at ein HM-dystur varð boksaður í einum av teimum stóru boksisamgongunum, sum gekk fulla tíð – tað vil siga 12 umfør à 3 minuttir, eins og hjá monnunum.

Ramos er áloypandi og stríðssinnað, og verður ein vandamikil mótstøða hjá Sarah Mahfoud. Ein heilt øðrvísi boksari enn verjusinnaða Skye Nicolson, sum vann við dómaraatkvøðum á Sarah Mahfoud í Las Vegas fyrr í ár.

Umframt WBO-heitið, hevur Danila Ramos eisini verið brasilskur og seinni suðuramerikanskur meistari í professionellari boksing. Eins og Sarah Mahfoud hevur hon eisini boksað sum amatørur í nógv ár, gjørdist brasilskur meistari í 2011, 2014 og 2016. Hon gjørdist professionell í 2017.

Sarah Mahfoud var IBF-heimsmeistari frá 2020 til 2022, og arbeiðir fyri at fáa ein nýggjan HM-dyst í fjøðurvekt í einum av teimum fýra stóru boksisamgongunum. Amanda Serrano hevur sitið tungt á trónuni í hesum vektflokkinum í fleiri ár, men heitið verður leyst, nú Serrano hevur gjørt av at flyta vektflokk í super-lættvekt.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. august 2024

66 Leygardagur 31. august 2024

22 nýggj ítróttafeløg uppá tvey ár

– Tað er sera gleðiligt, at vit hava so nógv,góð fólk kring alt landið, sum taka stig til at skipa ítrótt fyri øll, staðfestir Elin H. Joensen.

Klintring og Pool eru eisini skrásett sum menningarambond seinastu tvey árini
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyskur ítróttur er í rúkandi menning. Tað staðfestir ÍSF, nú tey eru liðug at skráseta øll ítróttafeløg í landinum. Talið er vaksið við 22 feløgum seinastu tvey árini.

– Tað er sera gleðiligt, at vit hava so nógv,góð fólk kring alt landið, sum taka stig til at skipa ítrótt fyri øll.

Hetta staðfestir Elin H. Joensen, forseti í ÍSF, nú rúgvismikla virksemið innan ítrótt er gjørt upp

– Vit síggja, at virksemið allatíðina økist og tilboðini verða fleiri. Og tað sigur seg sjálvt, at jú fleiri feløg eru, jú størri møguleika hava vit at fáa øll við. Tað vilja vit, tí vit vita, at góðir og væl skipaðir felagsskapir halda børnum og ungum frá øðrum leiðum, sum vit ikki vilja hava tey at fara, vísir Elin H. Joensen á.

Hartil koma heilsuligu og sosialu fyrimunirnir við at vera í einum ítróttafelagi.  

Tilsamans eru nú skrásett 164 ítróttafeløg innan 26 ymsar ítróttagreinar. Eisini eru tvey nýggj menningarsambond stovnað – tey eru Klintring og Pool.

Um fólk vilja vita meiri um, hvørji tilboð eru í Føroyum, ber til at lesa meiri á heimasíðuni hjá ÍSF. Har eru upplýsingar um øll feløg og allar ítróttagreinar, sum eru limir í sambondnum undir ÍSF, og til ber at leita bæði eftir ítróttagrein og eftir øki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. august 2024