Leygardagur 17. august 2024 | Nr. 33 | Árgangur 5 | Kr. 0,00
SíÐa 3
SíÐa 4
SíÐa 6
SíÐa 31
SíÐa 30
SíÐa 48
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Olympisku leikirnir í Fraklandi 2024 eru loknir. Tveir føroyingar vóru við, sum kappaðust undir donskum flaggi. Og enn einaferð hevur kjakið um føroyska olympiska umboðan verið uppi at venda.
Hóast vit – og her meina vit ÍSF – hava víst á órættvísið í, at okkara umsókn ongantíð varð viðgjørd tá umsóknin var handað, og krøvini um at gerast partur av olympisku familjuni ikki vóru eins strong og tey eru nú, so er ringt at gera nakað við tann veruleika, at ongi útlit eru til at okkara ítróttafólk sleppa at kappast undir Merkinum so leingi vit ikki eru sjálvstøðug tjóð.
Tá umsóknin í síni tíð varð latin altjóða olympisku nevndini, IOC, var ikki heilt lætt at ímynda sær, at tað nakrantíð fór at gerast veruleiki, at føroysk ítróttafólk rukku einum olympiskum støði, har tey kunnu kappast móti teimum bestu í heiminum.
Tíðin er ein onnur í dag. Rógvarin Katrin Olsen legði støðið, og eftir hana svimjarin Pál Joensen. Síðan hevur Jóhan á Plógv Hansen sum einasti føroyingur vunnið heiðursmerki. Men tað í eini ítrótt har hann hevur fráskrivað sær møguleikan at spæla undir Merkinum.
Og nú hevur rógvarin Sverri Sandberg Nielsen gjørt seg galdandi í oddastríðinum í tveimum olympiskum leikum, og í ár kom so ein rógvari afturat, Sára Maria Johansen, sum ikki blandaði seg upp í oddastríðið hesaferð, men tað var heldur ongantíð meiningin, at danski áttarin við kvinnum skuldi toppa fyrr enn á leikunum um fýra ár.
Tað verður spennandi.
Og í næstum skulu tveir føroyskir rennarar, Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss, klæða seg í donsku litirnar fyri at sleppa at gera seg galdandi í heimsmeistarakappingunum fyri ungdómsatletar.
Jónas hevur fyrr víst, at hann er millum allar skjótastu í sínum árgangi, og tí eru vónir um einaferð í framtíðini eisini at síggja føroyskar luttakarar í teimum fornu uppruna olympisku ítróttagreinunum.
Og júst í frælsum ítróttum er skipanin so, at tað ikki tykist at vera nakar møguleiki fyri, at Føroyar kunnu fáa altjóða limaskap, eins og vit hava í øðrum ítróttum. Men um hesir rennararnir eru so góðir, sum fólk vilja vera við, so er ikki óhugsandi, at teir náa olympiskum hæddum, og tá er tað harmiligt, um teir ikki sleppa at umboða ta tjóð, ið teir kenna seg verða partur av.
Støðan hjá altjóða olympisku nevndini er – alt annað líka – heldur undarlig, tá vit á hesum olympisku leikunum hava upplivað, at ítróttafólk hava kappast umboðandi annað enn sjálvstøðugar tjóðir.
Har var eitt lið mannað av flóttafólkum úr ymiskum tjóðum. Ein teirra var kvinnuligi boksarin Cindy Ngamba, sum vann eitt heiðursmerki úr bronsu. Hon er úr Kamerun, men búsitandi í Bretlandi. Hon er samkynd, og kann ikki flyta aftur til heimland sítt, tí har er tað eitt brotsverk at vera samkynd. Hon hevur ikki bretskt pass, og var tí partur av olympiska flóttafólkahópinum.
Og so eru tað russararnir og hvítarussararnir, sum sluppu at luttaka hóast teirra heimland ikki er góðkent av olympisku nevndini orsaka av krígnum í Ukraina.
Og so er tað lond, t.d. Taivan, sum í olympiskum samanhangi (á enskum) eitur ‘Chinese Taipei’. Taiwan er ikki limur í Sameindu Tjóðum. Helst vóru onnur líknandi dømi á olympisku leikunum eisini.
Hví kunnu vit so ikki? Egið mál. Egna mentan. Egið flagg. Egið ítróttasamband og sersambond, harav fleiri hava altjóða viðurkenning. Tað er eitt sindur trupult at fáa skil á, júst hvar tann olympiski andin skal finnast í hesi skipanini.
Grundgevingarnar fyri at geva okkum atgongd til OL eru nógvar og góðar. Tí eigur Ítróttasamband Føroya stuðlast frá øllum síðum í strembanini eftir at skaffa føroyskum ítróttafólkum olympiska viðurkenning.
(Rættað kl. 10.57)
Fyri nøkrum árum síðani byrjaði Anna Sofía Jørgensen úr Miðvági at spæla backgammon fyri at venja heilan, eftir at hon hevði fingið staðfest epilepsi, og hósdagin gjørdist hon heimsmeistari í backgammon eftir at hava luttikið í heimsmeistarakappingini fyri pør saman við bretska Oliver Squire
Hósdagin gjørdist føroyska Anna Sofía Jørgensen heimsmeistari í backgammon saman við bretska Oliver Squire, tá tey luttóku í heimsmeistarakappingini fyri pør á backgammonstevnu í Aachen í Týsklandi.
Hetta var fyrstu ferð, at skipað varð fyri slíkari kapping, og eru Anna Sofía Jørgensen og Oliver Squire sostatt fyrstu heimsmeistarar í backgammon fyri pør.
Anna Sofía er 28 ár og úr Miðvági, men seinastu árini hevur hon búð í Keypmannahavn, har hon lesur til tónleikalærara á musikkonservatoriinum. Oliver Squire er 24 ára gamal og stórmeistari í backgammon. Hann byrjaði at lesa støddfrøði í Onglandi, men gavst, tí tað gekk so væl við backgammonspælinum, og nú er hann yrkisleikari burturav.
Í finaluni spældu Anna Sofía Jørgensen og Oliver Squire ímóti japansku Akiko Yazawa og týska Andreas Bünz (Mynd: Backgammon Festival Aachen/Facebook)
Hjá Onnu Sofíu er backgammon tó bert eitt frítíðarítriv. Hon byrjaði at spæla hetta borðspælið fyri at venja heilan uppaftur, eftir at hon hevði fingið epilepsi og hevði havt nógvar heilaskjálvtar og krampar.
– Einaferð, tá eg var á sjúkrahúsinum, og kognitivu førleikarnir vóru sera ringir, byrjaði eg at hugsa, um eg ikki kundi venja heilan á onkran hátt. Eg visti, at tónleikur var góður, men eg fekst longu við tónleik, og so byrjaði eg at hugsa, um backgammon eisini mundi vera gott fyri heilan, sigur hon við Blaðið Vikuskifti.
Anna Sofía byrjaði tí at leita sær vitan um backgammon á netinum, og fekk hon eisini hjálp fra einum lærara, sum fekk hana inn í danska backgammonumhvørvið. Í september í fjør fór hon til sína fyrstu kapping.
Sambært Onnu Sofíu hevur tað at spæla backgammon hjálpt henni sera nógv.
– Tað hevur gingið nógv betur í skúlanum og við øllum sum heild síðan, sigur hon.
(Mynd: Backgammon Festival Aachen/Facebook)
Síðan Anna Sofía luttók í sínari fyrstu kapping, hevur hon m.a. luttikið í Danmarksmeistarakapping og Norðurlandameistarakapping og fleiri smærri kappingum. Í sambandi við stevnuna í Aachen luttóku bæði Anna Sofía og Oliver Squire eisini í einstaklingakappingini, men har gekk tað minni væl.
– Vit spæla betur saman enn hvør sær, hóast Oliver er ein nógv betri spælari enn eg, sigur Anna Sofía, sum leggur afturat, at tey høvdu ikki roknað við at vinna kappingina.
– Tað er stórt at vinna eina kapping, har nógvir góðir luttakarar eru við, sigur Anna Sofía, sum ætlar sær at luttaka í fleiri kappingum í framtíðini og venur javnan.
– Eg geri hetta við gleði. Tað kenst ongantíð sum arbeiði men bara sum spæl, sigur Anna Sofía at enda.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. august 2024
Fyrsta kokkakapping í Føroyum verður í Klaksvík á sjómannadegnum í dag
Í dag, 17. august, verður Sjómannadagurin karmur um fyrstu kokkakappingina nakrantíð í Føroyum. Talan er um kappingina Arctic Young Chef, sum NORA – Norrønt Atlantssamstarv – skipar fyri í samstarvi við Tekniska Skúla í Klaksvík og Føroya Sjómannadag.
Kappingin byrjar kl. 10.30, tá ið fyrsti kokkurin fer til komfýrin og grýturnar. Fimm ungir kokkar eru við í kappingini, sum er partur av eini størri norðuratlantiskari kapping. Vinnararnir í Íslandi og Grønlandi eru klárir, og um hálvan september verður norski vinnarin funnin.
Stóra finalan verður í Hørpu í Íslandi sum partur av altjóða arktisku ráðstevnuni Arctic Circle Assembly í oktober. Kappingin í Klaksvik er á kokkaskúlanum í Tekniska Skúla í Klaksvik.
Við kappingini seta NORA og fyrireikararnir sjóneyku á norðuratlantiska og arktiska gastronomi. Dentur verður eisini lagdur á at brúka staðbundnar stuttfluttar rávørur, herundir summar, ið ikki verða so oftani brúktar. Luttakandi kokkar skulu eisini hugsa um, hvussu teir miðla sínar ‘haute cuisine’-rættir, soleiðis at hesir eitt nú kunnu gerast heima ella og kantinum, sum gera mat til fleiri, td. skúlar, barnagarðar og annað.
Skrubba og saltfiskur – tari og hvítamai
Til hvørja kapping eru krøv um hvørjar rávørur kokkarnir skulu brúka. Í Føroyum eru meginrávørurnar skrubba og saltfiskur, men umframt tað skulu teir eisini eitt nú brúka tara, hvítamai, hvíta og føroyska dild.
Vinnarin vinnur sær sæti í finaluni í Íslandi í oktober, umframt 10.000 krónur.
Fimm ungir menn skulu kappast
Fimm føroyskir kokkar – allir menn – hava melda seg til kappingina. Teir eru meksikanarin Sebasian Jimenez Garcia (29 ár), kokkur á Ræst, Mogens Højsted (19), kokkur á Hotel Brandan, Gundur Ellingsgaard Petersen (23), kokkur á Fiskastykkinum, Jógvan Winther Poulsen (24), kokkur á The Shrimp í Keypmannahavn og John Eli Kristmundsson (26), kokkur á Landssjúkrahúsinum.
Andras Sigmarsson Jacobsen, leiðari fyri kokkaútbúgvingini á Tekniska skúla í Klaksvík, er fyriskipari, og dómarar eru íslendingurin Hinrik Carl Ellertsson og føroyingarnir Petrine Nólsoy Larsen og Jákup Sumberg.
Meir kunning um kappingina og luttakararnar sæst á: www.ayc.fo & Arctic Young Chef á Facebook og Instagram.
Les eisini grein frá mars mánaði: Spennandi altjóða kokkakapping í sambandi við Sjómannadagarnar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2024
Til samans seks fólk eru við í ferðini til Noregs, teirra millum okkara royndi rógvari, Livar Nysted úr Hvannasundi
Soleiðis sum veðurvánirnar hátta sær í løtuni sær út til, at sveisiski rannsóknarfarin Andy Fitze og manning hansara leggja frá landi á Tvøroyri mánadagin 19. august við seksæringinum Naddoddi hjá bátafelagnum Naddoddi undir seglum til Noregs. Tað verður eitt lot upp í frískt lot av útsynningi, altso undanvindur, um forsøgnin heldur.
Ferðin eystur um hav til Noregs hevur fingið heitið the Viking Voyage – Víkingaferðin – og gongur sum ætlað, er hetta er ein søguliga vísindalig stórhending.
Til samans seks fólk eru við á ferðini til Noregs, teirra millum okkara royndi rógvari Livar Nysted úr Hvannasundi, ið sum kunnugt hevur róð um heimshøv meira enn einaferð. Hini fimm eru skiparin Andy Fitze og Karla Dana, víkingafornfrøðingur úr USA, umframt trý onnur, sum eru manningin.
Í sambandi við ferðina verður skipað fyri almennum, kunnandi tiltøkum í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi, ið letur upp klokkan 13 við kafé sunnudagin. Allir skúlar í Suðuroynni eru bodnir við. Klokkan 14 siglir Naddoddur á fjørðinum, og báturin leggur at á Drelnesi klokkan 15, tá ið framløga verður í SALT.
Mánadagin 19. august eru allir skúlar í Suðuroynni bodnir við til tey ymisku tiltøkini, ið var frá klokkan 9 til 12. Teir smærru næmingarnir eru við frá klokkan 9 til 10.30, og teir størru eru við frá klokkan 9 til 12.
Ymiskar framløgur verða um ferðina, áðrenn seksæringurin loysir og stevnir eystur í hav.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2024
Tað ætlaðu verjarnir hjá Paul Watson annars
Býarrætturin í Nuuk avgjørdi hósdagin, at hvalaaktivisturin Paul Watson framhaldandi skal sita varðhaldsfongslaður í Grønlandi, meðan danska løgmálaráðið tekur avgerð um hann skal útflýggjast til Japan.
Verjarnir hjá Paul Watson kravdu annars á rættarfundinum, at hann slapp at búgva á hotell meðan bíðað verður eftir avgerðini og skutu upp, at hann lat sítt pass inn.
Hetta vildi ákærin tó ikki.
Undir grundlógaravhoyringini og á rættarfundinum, kom fram, at hann stakk av tá hann í Týsklandi í 2012 eisini var handtikin og afturhildin.
- Tí meta vit, at tað er ein møguleiki fyri at hann aftur flýggjar, og vit eru tí noydd til, at hann hava hann í varðhaldi til avgerðin er tikin, sigur Miriam Khahil, høvuðsákæri hjá grønlendsku løgregluni, við grønlendska miðilin Sermitsiaq.ag.
Paul Watson skal sita í varðhaldi til 5. september, og 4. september verður rættarfundur um møguligan leingjan av fongslingini.
Paul Watson hevur kært avgerðina hjá rættinum í Nuuk til grønlendska landsrættin.
Anstalten í Nuuk er har, sum Paul Watson er í varðhaldi
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2024
Hann fekk ikki lent fyri veður mikudagin, men Høgni Hoydal og amerikanski herflotaráðharrin høvdu tí talgildan fund
Vegna veður, fekk amerikanski herflotamálaráðharrin, Carlos Del Toro ikki lent í Vágum í mikudagin, og tí varð ætlaða vitjanin í Føroyum avlýst á hesum sinni. Hósdagin var tí talgildur fundur ímillum amerikanska herflotaráðharran og Høgna Hoydal, landsstýrismann við uttanríkismálum.
Á fundinum umrøddu ráðharrarnir eitt nú hvussu trygdarpolitiskt og búskaparligt haldføri verður tryggjað í norðurhøvum. Báðir partar eru samdir um, at Føroyar eiga ein týdningarmiklan leiklut, og eigur beinleiðis samskifti ímillum føroyskar og amerikanskar myndugleikar at verða raðfest.
Carlos Del Toro takkaði fyri gott samstarv og dygdargóðar tænastuveitingar, m.a. í samband við kavbátavitjanir seinastu árini.
Herflotamálaráðharrin var væl kunnaður um føroysk viðurskifti og viðurkendi, at á fiskiveiðuøkinum hava Føroyar serlig áhugamál at røkja. Tí takkaði hann fyri tiltøkini, ið Føroyar hava sett í verk ímóti Russlandi. Eisini takkaði hann fyri tann stuðul Føroyar hava veitt Ukraina.
Ráðharrarnir umrøddu eisini onnur viðurskifti, eitt nú nýggju føroysku sendistovuna í Washington og møguligt samstarv millum Føroyar og USA um netrygd.
Carlos Del Toro harmaðist um, at vitjanin ikki eydnaðist hesaferð, men vónaði at finna nýtt høvi at vitja Føroyar, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2024
Løgreglan fekk týskvøldið óvanliga fráboðan um, at onkur hevði skotið ein lóm. Ein maður er undir illgruna og verður skuldsett fyri brot á fuglaveiðulógina
Ein heldur óvanlig fráboðan kom til løgregluna úr Saksun í gjár. Um hálvgun tíggju tíðina varð boðað frá, at ein lómur varð skotin á Saksunarvatni.
Tað er ikki loyvt at skjóta lóm.
Løgreglan sigur, at tey fingu fatur á einum, sum tey hava illgruna til hevur skotið. Ein høglbyrsa varð funnin í bilinum hjá viðkomandi, og hald er lagt á hana.
(Mynd: Jóhan Jógvansson)
Viðkomandi verður skuldsettur fyri brot á fuglaveiðulógina, og fær helst eina bót.
Viðkomandi, sum er undir illgruna, noktar seg sekan.
Júst, hví lómurin skuldi skjótast, og hvat hann skuldi brúkast til, er tí óvist.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2024
- Eg havi nøkur blá merki, ilt í herðunum og havi fingið pínu í eftirgjørdu mjødnina. Eg havi eisini havt ilt við at samla tankar aftaná hendingina, sigur kendi tónleikarin
Hóast hann er ein av kendastu tónleikarunum í landinum og stóð í sínum egna "backstage" øki á Summar Festivalinum, varð hann álopin av einum vaktarmanni.
Kim Hansen skrivar frá hendingini á sínum Facebookvanga.
Hann hevði spælt við fleiri bólkum allan festivalin, og var eisini sjálvur á palli á Torginum hóskvøldið.
- Leygarkvøldið spældi eg inniligan singer/songwriter við Lenu Anderssen, har eg aftaná hoyrdi eina lítla løtu av super old-school rokki við Uriah Heep, áðrenn eg fór at gera klárt við Frændum, sum høvdu eina minniliga løtu á stóra palli. Tá síðsti tóni var spældur hjá Frændum, stóð Mena klár at drøna meg niðan í Teltið, har eg við Jens Marna endaði festivalin við einum braki av Rokk’n Roll.
Festivalurin endaði við, at eg 20 minuttir aftaná at hava pakkað niður og lagt míni ljóðføri í bilin, bleiv slongdur niður í gólvið og pasifiseraður av einum militantum vaktarmanni - í mínum egna backstage, skrivar Kim Hansen.
- Eg havi nøkur blá merki, ilt í herðunum og havi fingið pínu í eftirgjørdu mjødnina. Eg havi eisini havt ilt við at samla tankar aftan á hendingina.
Tónleikarin hevur fingið eina treytaleysa umbering frá fyriskiparunum Erik Biskopstøð og Louis Poulsen, men hann vónar, at Summar Festivalurin finnur eina betri loysn uppá trygdina.
- Tí tað eru fleiri, fleiri søgur um onnur fólk sum eru løgd niður og eyðmýgd av vaktunum í ár, skrivar Kim Hansen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2024
Eru tær hinvegin ikki loknar, má hann leyslatast. Annars eru vit ikki petti frægari enn hann, sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður
Paul Watson skal fylgja somu reglum sum vit onnur.
Tað ger Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum, greitt í lesarabrævi í vikuni.
Rætturin í Grønlandi viðgjørdi fongslingina av Paul Watson, og valdi at leingja hana í fýra vikur afturat.
Paul Watson (Mynd: Captain Paul Watson Foundation)
- Paul Watson hevur fullan rætt til at mótmæla grindadráp innan lógarinnar karmar. Hann hevur tó víst ferð eftir ferð, at hann onga virðing hevur fyri lógini, og sær tað tvørtur ímóti sum eitt aðalmál at bróta lógina, um tað fremur hansara sak. Tað hevur hann kunngjørt alment í skrift og talu, og eisini víst í verki.
- Tá ið hann so hevur framt lógarbrot, hevur hann flýggja undan rættarskipanini, og kann hann sostatt ikki standa til svars. Hetta hevur hann gjørt bæði í Føroyum og kring heimin í fleiri áratíggju, sigur landsstýrismaðurin.
- At mótmælisfólk og heimsleiðarar nú stuðla upp undir, at ein slíkur persónur skal leyslatast, bert tí at hansara sjónarmið eftir teirra tykki eru tey røttu, er ófrættakent, og sømir seg ikki í einum rættarsamfelag.
- Vit kunnu ikki góðtaka, at fólk brúka harðskap og herverk, bert tí at onnur ikki hava somu meining sum tey. Tað tykist sum um at mann í ávísum førum er byrjaður at góðtaka, at mann kann hevja seg yvir lógina, um mann bara setur fokus á tey røttu evnini.
Endamálið halgar ikki gerðini, og Poul Watson má sjálvandi standa til svars fyri sínum brotsgerðum, sigur Bjarni K. Petersen.
- Tí skal hann sjálvsagt útflýggjast, um treytirnar fyri útflýggjan annars eru loknar. Eru tær hinvegin ikki loknar, má hann leyslatast. Annars eru vit ikki petti frægari enn hann.
- Gera vit nakað annað, byrja vit at úthola teir altjóða sáttmálar, ið vit hava knýtt okkum til um útflýggjan av brotsfólkum, og so dettur altjóða rættarskipanin sundur.
Landsstýrismaðurin við lógarmálum sigur seg hava fult álit á, at løgmálaráðharrin í Danmark viðger hetta málið sakliga og við atliti til galdandi rætt.
Tað var 21. juli, at grønlendska løgreglan tók Paul Watson tá hann við skipinum John Paul de Joria kom í havn í Nuuk at bunkra. Paul Watson hevur síðani sitið í varðhaldi í grønlendska høvuðsstaðnum. Danska løgmálaráðið skal í næstum taka støðu til, um umbønin frá Japan um at fáa Paul Watson útflýggjaðan, skal gangast á møti.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2024
Hann føldi uppá bróst og afturpart í politikjallaranum
Ein politistur varð í Føroya rætti í dag dømdur fyri at hava følt uppá kvinnuligan starvsfelaga.
Hann fekk tíggju daga treytaða fongsulsrevsing, umframt at hann skal rinda fyri sakarmálskostnað og rinda kvinnuni 5.000 krónur í endurgjaldi. Tað var Frihedsbrevet, sum bar tíðindini í vikuni.
Sambært Frihedsbrevet kom fram í rættinum, at hendingin fór fram í politikjallaranum í Havn fyri góðum ári síðani. Her skal mannligi politisturin hava følt uppá bróstini og afturpartin hjá einum kvinnuligum starvsfelaga.
Tann dømdi hevur nú tvær vikur at taka støðu til, um hann kærir dómin. Stendur dómurin við, kann hann ikki arbeiða sum politistur longur, skrivar Frihedsbrevet.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2024
21 ára gamal maður skal fyri nevninga ting fyrst í september. Hann er ákærdur fyri fleiri enn eina neyðtøku
21 ára gamli maðurin sum síðani oktober í fjør hevur sitið í varðhaldi, skuldsettur fyri neyðtøkur, er nú ákærdur.
Kringvarpið visti í vikuni at siga, at nevningating verður í Føroya rætti mánadagin 2. september og øll tann vikan er sett av.
Nevningating er tá kravið hjá ákæruvaldinum er minst fýra ára treytaleys fongsulsrevsing.
Maðurin, sum noktar seg sekan, er ákærdur fyri fleiri enn eina neyðtøku, men ákæruvaldið kann ikki enn ikki siga hvussu nógvar, og heldur ikki nær ella hvar tær skulu vera framdar, skrivar kvf.fo.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2024
Partafelagið M&S á Strondum hevur keypt norska frystilínuskipið Veststeinen fyri Kamb, sum sakk í februar í ár
Partafelagið M&S Strendur hevur keypt norska frystilínuskipið Veststeinen fyri Kamb, sum sakk í februar í ár.
Talan er um eitt frystilínuskip, sum norska felagið K.P Holmset hevur átt í eitt knapt ár.
Norsku eigararnir keyptu skipið í desember í fjør, og hava selt Stesteinen uttan kvotur, sum nú skulu yvir á eitt annað skip hjá reiðarínum.
Enn er tað ikki alment hvat skipið er keypt fyri.
Veststeinen er knappar 47 metrar langur og 10 metrar breiður í mun til Kamb, sum var 45 metrar langur og 10,9 metrar breiður. Kambur varð eisini bygdur í 1998.
Nýggi ''Kambur'', sum vit gita at skipið fer at eita, er í løtuni til fiskiskap, og verður yvirtikin seint í summar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2024
Kanningarnar á landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í ár í mun til undanfarnu tvey árini. Eisini er væl minni av toskayngli á Føroyabanka
Yngul- og ætikanningarnar, sum vórðu gjørdar við havrannsóknarskipinum Jákup Sverra í seinnu helvt av juni í ár vísa, at minni er til av toskayngli í ár.
Kanningarnar á landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í ár í mun til undanfarnu tvey árini. Tá hugt verður eftir øllum tíðarskeiðnum (1983-2024) eru nøgdirnar undir miðal fyri tosk, nebbasild og hvítingsbróðir, men yvir miðal fyri hýsu.
Eisini er miðalstøddin av hesum sløgum eitt vet minni í ár enn miðalstøddin fyri alt tíðarskeiðið. Kanningarnar í ár byrjaðu eina viku fyrr enn vanligt er, og møguliga ávirkar hetta úrslitini, serliga fyri nebbasild, sum skal hava eina ávísa stødd fyri at verða fingin í trolið, skrivar Havstovan. Stórur munur var á nøgdini í ymsu økjunum. Størstu nøgdirnar av yngli vóru vestanfyri og í útnyrðingspartinum av landgrunninum.
Nógv plantuæti
Hinvegin, so var nógv av plantuæti á landgrunnnum. Nøgdirnar inni á landgrunninum vóru umleið tríggjar ferðir størri enn uttan fyri landgrunnin, og fyribils er vísitalið fyri gróðurin higartil í ár væl yvir miðal.
Á Føroyabanka vóru nøgdirnar av toskayngli í fjør methøgar. Væl minni av toskayngli er at fáa í ár, men tó eru nøgdirnar yvir miðal, tá hugt verður eftir øllum tíðarskeiðnum (1991-2024).
Nøgdirnar av hýsuyngli eru væl yvir miðal, meðan lítið er av nebbasildayngli á Føroyabanka.
Lítið var av plantuæti á Bankanum, og nøgdirnar vóru bæði smærri enn á landgrunninum og í havøkinum rundan um Føroyabanka.
Øll túrfrágreiðing sæst her.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2024
Framgongdin stavar í høvuðsheitum frá øktum rentuinntøkum vegna hægri rentustøði og vøkstur í virksemi
Úrslitið hjá Norðoya Sparikassa eftir skatt fyrra hálvár 2024 var eitt avlop upp á 25,0 milliónir krónir samanborið við 16,9 milliónir sama tíðarskeið í fjør.
Framgongdin stavar í høvuðsheitum frá øktum rentuinntøkum vegna hægri rentustøði og vøkstur í virksemi.
Sparikassin er nøgdur við gongdina fyrra hálvár 2024.
Útlánini øktust úr 2.182 milliónum upp í 2.223 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur upp á 41 milliónir ella 1,9 prosent. Vøksturin stavar serliga frá fíggingum til bústaðarendamál.
Innlánini øktust úr 2.607 milliónum upp í 2.675 milliónir krónur, sum er ein hækking upp á 68 milliónir ella 2,6 prosent. Innlán við uppsøgn eru ein vaksandi partur av samlaðum innlánum, og alsamt fleiri kundar velja at binda peningin og fáa harvið hægri rentu.
Grundraksturin - úrslitið áðrenn virðisjavnan, niðurskrivingar og skatt - varð munandi styrktur fyrra hálvár 2024. Grundraksturin var 31,0 milliónir krónur samanborið við 21,9 milliónir árið fyri. Hetta svarar til eina hækking upp á 9,1 milliónir ella 41,6 prosent.
Sparikassin hevur dyggan kapital og gott gjaldføri. Solvensurin fyrra hálvár var 28,8 prosent sammett við 27,7 prosent árið fyri. Lyklatalið fyri gjaldførið var 469 prosent í mun til lógarkravda minsta kravið á 100 prosent.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2024
Fyrra hálvár í 2024 hava føroyingar útflutt fiskavørur fyri 5,5 milliardir krónur, sum er 2,8 prosent minni enn sama tíðarskeið í 2023
Fyrra hálvár í 2024 hava føroyingar útflutt fiskavørur fyri 5,5 milliardir krónur, og tað eru 158,7 milliónir krónur ella 2,8 prosent minni enn fyrra hálvár í 2023, skrivar Hagstovan.
Samlaði útflutningurin var 5,9 milliardir krónur - 287,9 milliónir ella 4,6 prosent minni enn fyrra hálvár í 2023. Minkingin stavar m.a. frá minni útflutningi av brennievni og skipum.
Útflutningurin av laksi er vaksin 405 milliónir krónur. Virðið er vaksið við 16,5 prosentum og nøgdin er vaksin við 21,1 prosenti.
Aðrar vørur, sum toga útflutningin uppeftir, eru toskur, makrelur og fóður. Toskaútflutningurin er vaksin 54 milliónir krónur - ella 10,5 prosent.
Seinastu tíðina hevur vøkstur verið í útflutninginum av fóðuri, lýsi og fiskamjøli, men fyrra hálvárið í 2024 er fiskamjølið minkað við 111,6 milliónum krónum, og lýsið við 68,4 milliónum krónumí mun til sama tíðarskeið í fjør.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2024
Jógvan Andersen, fyrrverandi stjóri og eigari av Kodio, hevur samstundis valt at seta pengar í Intra
Í 2021 keypti Kodio, tá Qodio, tann partin av Krea, sum tók sær av sniðgeving og heimasíðum. Parturin av Krea, sum tók sær av intraneti, fekk heitið Intra.
Og nú hevur Intra keypt Kodio. Intra boðaði frá keypinum í tíðindaskrivi í vikuni.
Kodio er í dag ein av Føroya fremstu fyritøkum innan heimasíður og sniðgeving, og í tíðindaskrivi verður sagt, at keypið er ein týðandi partur av strategisku ætlanini hjá Intra.
- Við hesum uppkeypinum tvífaldar Intra starvsfólkahópin, eitt avgerandi stig á leiðini móti hesum máli. Eftir uppkeypið verða 18 starvsfólk á lønarlistanum hjá Intra.
Intra flytir sítt virksemi til hølini hjá Kodio á Strondum. Hetta leggur lunnar undir at sameina styrkirnar hjá báðum feløgunum og skapa eitt sterkt, samansjóðað felag, ið miðvíst kann arbeiða móti felags málum. Uppkeypið gevur møguleika fyri at leggja størri dent á at menna heimasíður og KT-loysnir til bæði føroyska og útlendska marknaðin, umframt at bjóða loysnir innan samleika og grafiska sniðgeving.
Jógvan Andersen, fyrrverandi stjóri og eigari av Kodio, hevur samstundis valt at seta pengar í Intra.
Jaspur Langgaard, stjóri á Intra, fegnast um, at Jógvan framvegis verður partur av Intra-toyminum – nú sum eigari.
- Jógvan er bæði nærlagdur og framskygdur – og vit eru sera fegin um, at hann framhaldandi fer at spæla ein virknan leiklut í framtíðarætlanunum hjá felagnum, sigur Jaspur Langgaard. Umframt Langgaard brøðurnar og Jógvan Andersen eiga m.a. Framtak og Scient Invest í Intra.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2024
Útstykkingin við Stórutjørn fevnir um millum 367 og 416 búeindir
Hósdagin settu Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, spakan í nýggju útstykkingina Stóratjørn í Hoyvíkshaganum.
Í kommunuætlanini fyri Tórshavnar kommunu, sum býráðið samtykti í 2020, er Stóratjørn mett at vera best egnaða økið til býarvøkstur í høvuðsstaðnum.
Annað stórt býarvakstrarøki í kommunuætlanini er tað, sum í løtuni verður gjørt á Hamrinum á Argjum.
Nýggi innkomuvegurin hevur við sær, at økir, sum áður lógu uttan fyri ringvegin í Havn, nú liggja innan fyri innkomuvegin.
Og nýggja framkomna undirstøðukervið ger, at býarvøksturin í Stórutjørn er nógv lættari at fremja.
Heildarætlan og býlingar
Tórshavnar kommuna skipaði í 2020 fyri kapping um heildarætlan fyri økið við Stórutjørn, sum arkitektafyritøkurnar MAP og SNA vunnu. Eftirfylgjandi hava vinnararnir sameint møguleikar frá báðum vinnarauppskotunum at skipa økið.
Úrslitið er ein heildarætlan, har økið er skipað í seks býlingar umframt miðstaðarøki.
Ætlanin, sum nú verður farið undir, fevnir um býling 1 og 4. Haraftrat verður eisini gjørt eitt miðstaðarøki, sum fevnir um búeindir og umstøður til annað miðstaðarvirksemi.
Býlingur 1 verður gjørdur við økjum til íbúðarraðhús og til sethús við til samans 127 búeindum.
Býlingur 4 er ikki endaliga fastlagdur viðvíkjandi býtinum millum sethús, raðhús, íbúðir og krosshús, men her verður samlaða talið av búeindum millum 156 og 205 alt eftir endaligu loysnini. Aftrat hevur miðstaðarøkið 84 búeindir.
Tað merkir, at henda útstykkingin í Stórutjørn fevnir um millum 367 og 416 búeindir.
Tórshavnar kommuna hevur gjørt sáttmála við Pf. Articon um at standa fyri at byggibúgva hesar báðar býlingarnar fyri kr. 74,6 milliónir krónur. Arbeiðið verður handað kommununi 1. juli 2026.
Stuttflutt og umhvørvisatlit
Grótið frá innkomuvegnum og Húsareynstunlinum er stuttflutt tilfeingi, tí grótið verður nýtt til útstykkingina í Stórutjørn. Av tí sama ber til at avmarka nýggja spreinging í økinum.
Verkætlanin tilskilar greitt, hvørji øki eru ætlað til byggibúning, og hvørji øki skulu verða órørd.
Hetta er týðilig raðfesting av lendinum, og sum svarar til tey tilmæli, sum Tjóðsavnið læt kommununi í umhvørvisárinskanning frá 2009, og til tilmæli, sum kommunan seinni hevur fingið um at verja vátlendið. Í hesi verkætlan er dentur lagdur á, at so nógv av natúrliga vatninum verður varðveitt og órørt, harímillum eisini tjarnirnar. Á sama hátt verður tilmæli frá umhvørvisárinskanningini fylgd um at verja fuglin í økinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2024
Fyrstu tøkurnar til ein ílegugrunn við niðurfrystum føroyskum rossasáði
Felagið Føroysk Ross hevur síðan 1978 virkað fyri at byggja upp ein ílegugrunn við niðurfrystum rossasáði og fáa gjørt eina arvafrøðiliga lýsing av rossastovninum. Nú er endiliga brostið fyri nev.
Seinastu árini hevur orka verið løgd í at byggja upp ein ílegugrunn við niðurfrystum rossasáði. Í hesum sambandi er avtala gjørd við fyritøku úr Bretlandi, Stallion AI services. Umboð frá fyritøkuni eru í løtuni í Føroyum og taka sáð av føroysku greðingunum. Fyrstu royndirnar at taka sáð vóru gjørdar á Búnaðarstovuni í Kollafirði sunnudagin, og ábendingar eru um at hetta hepnast sera væl.
Væntandi verða sáðtøkur alla vikuna og hvør sáðtøka kann brúkast til umleið 5-6 ísáðingar. Í løtuni er stovnurin: 26 greðingar; 42 ryssur og 14 geldir hestar.
Arvafrøðiliga allýsingin av rossastovninum
Í 2003 var í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya farið undir at fáa DNA kanningar av føroyska rossaslagnum, soleiðis at staðfestast kundi at slagið veruliga var serligt. DNA kanningarnar vístu at føroyska rossið er egið slag, og ongin ábending er um uppíblanding av øðrum rossasløgum.
Í 2018 keypti felagið eina útgávu av skipanini World Fengur, sum felagið hevur navngivið: Føroya Fongur.
Við Føroya Fongi ber til at síggja upplýsingar um uppruna, avkom, aling, litir, flís nummar, myndir og mangt annað. Føroya Fongur er ein brúkaravinarlig skipan har allir limir í Felagnum Føroysk Ross lættliga kunnu seta seg inní alingina.
Umframt Føroya Fong nýtir felagið í samráð við Nordgen eina skipan, ið kallast EVA. EVA forritið útroknar innannøring og ansar eftir, at øll upprunarossini eru líka nógv umboðað í stovninum.
Við samaneiningini millum Føroya Fong og Eva ber til at skipað alingina av føroyska rossaslagnum betur. Til dømis ber til at síggja júst hvørjir greðingar hóska best til hvørja ryssu, fyri at forða fyri innannøring.
Framtíðin
Við hesum báðum átøkunum metir felagið at vera komið eitt gott fet á leiðini fyri at varveita ílegurnar hjá føroyska rossinum.
Við Føroya Fongi ber til at kanna ílegurnar og seta tær saman sum fragast og við sáðbankanum ber til at goyma sáðið, soleiðis at ílegurnar verða varðveittar og brúktar skilagott.
Frá vinstru: Tullis Matson, Signa Kallsoy Joensen, EJ Eldridge, Kristina Maria Fjallstein, Jóna A. Ólavsdóttir, Rasmus í Haraldssundi
Fakta um Føroyska rossið:
- 1978 - Felagið Føroysk ross verður stovnað. Blóðroyndir kannaðar og eyðmerktar til at vera serstakar (Rossastovnurin: 13 ross)
- 2003 – DNA kanningar staðfesta úrslitið frá 1978. Føroyska rossið er egið slag, og ongin ábending er um uppíblanding (Rossastovnurin: 46 ross)
- 2018 – Talgild skráseting av ættartalvuni hjá føroyska rossinum (Rossastovnurin: 85 ross)
- 2024 – Ílegugrunnur við niðurfrystum rossasáði (Rossastovnurin: 82 ross)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2024
Nógv fólk høvdu sunnudagin leitað sær til Gjáar í útigudstænastu
Seinnapartin sunnudagin var gudstænasta og konsert í gjónni við Gjógv.
Marjun Lómaklett, prestur, varð skjútsað inn í Gjónna, meðan kirkjuklokkan ringdi.
Eisini vóru millum annað Eiðis Ljómfealg og Havnarkórið við.
Nógv fólk høvdu leitað sær í gjónna til afturvendandi tiltakið.
Sí allar myndir sum Jens Kristian Vang
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2024
Tað sigur studentapresturin á miðnámsskúlunum, sum nú hevur verið virkin í eitt ár
Fólkakirkjan: Ongin ivi um, at tørvurin er til staðar.
Tað sigur Ann Hermansdóttir, sum nú hevur verið virkin sum studentaprestur á miðnámsskúlunum kring landið í 1 ár.
Síðani hon byrjaði í starvinum í august í fjør, hevur hon ferðast millum miðnámsskúlarnar og víst á, at hon er tøk til prát, um tørvur er á.
Tey ungu seta seg sum oftast í samband við hana umvegis sosialu miðlarnar, og so verður avtala gjørd um eitt prát, tá hon er á skúlanum ella á kontórinum hjá sær í Havn. Til ber eisini at heita á hana, har tey møta henni til eina samrøðu her og nú, um tað letur seg gera.
Evnini er ymisk, men eitt sum javnan gongur aftur er, at summi teirra kenna eitt trýst, bæði fakliga, men eisini í mun til, hvussu tey skulu raðfesta í gerandisdegnum. FOMO (fear of missing out) er eitt vælkent fyribrigdi, har kenslan av at velja okkurt frá gerst neilig, tí onnur hava fingið eina uppliving, sum tann ungi ikki hevur. Ofta meta tey sjálvi, at møguleikin kemur ongantíð aftur. Tá ein so velur at vera við til alt, sum tilveran hevur at bjóða, kann møðin gerast stór. At raðfesta er tí eitt afturvendandi evni.
Tað andaliga fyllur ikki mest í samrøðunum, men ofta kann kristin lívsførsla vera eitt afturvendandi evni, etikkur og moralur, ella hvat er rætt og hvat er skeivt at gera í ávísum føri.
Men uppgávan hjá studentaprestinum er ikki at prædika út frá egnari sannføring ella fortelja teimum ungu, hvussu tey skulu liva, men at vera ein, sum tey kunnu sparra við ella práta við í trúnaði, uttan at skula taka atlit til kenslurnar hjá øðrum í prátinum. Tey fáa soleiðis møguleika fyri einum frírúmi, har tey kunnu venda evnum, ið fylla (ov) nógv í teirra gerandisdegi.
Prát um sorg er eisini afturvendandi. Hjúnaskilnaður, álvarslig sjúka ella deyði í nærmastu familjuni er tungt at bera, og tá kunnu eisini teir stóru spurningarnar um lívsins viðurskifti fylla nógv.
Tá kann vera gott at venda hesum evnum við studentaprestin, sum kann veita sítt íkast, hóast uppgávan oftast er at lurta, meðan tey seta orð á, og vera saman við teimum í sorgini.
Ann hevur verið við til at gera eina sorgartilbúgving á fleiri skúlum, í fall vanlukka rakar, og er hon sum prestur sjálv partur av hesum við ávísum uppgávum.
Spurd um, hvat munurin er á studentaprestinum og sálarfrøðingunum á skúlunum, sigur Ann, at tá ein næmingur velur at koma til hennara, so veit hann frammanundan, hvat hon stendur fyri, og hvørji virðir hon hevur. Tað krevur heldur onga ávísing at fáa eitt prát við hana, og hon er løtt at fáa fatur á. Uppgávan hjá henni er heldur ikki at viðgera, men at veita sálarrøkt.
Ann er sum sóknarprestur von við at hava samrøður sum sálarhirði, men nú hevur hon eisini tikið útbúgving sum kognitivur sálarheilsuráðgevi. Fakliga førleikan kann hon nýta í yrkinum sum studentaprestur. Hon sigur tó, at hon kennir væl síni fakligu mørk, og veit nær hon eigur at vísa til aðrar fakpersónar í skúlaskipanini. Hon hevur gott samstarv við bæði lestrarvegleiðarar og sálarfrøðingar á skúlunum, og møtast tey javnan til fund.
Hon skal sum studentaprestur hava 8 ungdómsgudstænastur árliga í nærumhvørvinum hjá skúlunum, tvs. í eini kirkju sum er staðsett nærhendis. Tá ger hon nógv burturúr at velja evnir, sum tey ungu hava áhuga í.
Seinasta skúlaár bjóðaði hon onkrum av luttakarunum frá sendingini "Sært tú meg" hjá KVF at práta nærri um ta avbjóðingina, sum sendingin lýsti. Eisini hevur hon nýtt tekstin "Mænd, der græder" hjá danska poppsangaranum Tobias Rahim, sum útgangsstøði til evni í ungdómsprædiku. Hon metir týðandi, at tey ungu kenna seg aftur í teimum evnunum, hon velur at taka upp, og tí ber ikki til einans at brúka tekst frá farnari tíð.
Íblásturin fær hon við at lesa um ungdómsmentan, og hon hevur eisini tætt samstarv við donsku ungdómsprestarnar. Ann sigur, at hon stórtrívist millum tey ungu, og heldur seg vera komna væl frá byrjan.
Setan av studentapresti á miðnámsskúlunum var upprunaliga ein politisk raðfesting, og fyri fólkakirkjuna er endamálið við prestum, ið fáa ávísa funktión, at koma meiri út í samfelagið og gera mun.
Studentapresturin er á miðnámsskúlunum kring landið fastar dagar, og á heimasíðuni hjá skúlunum, ber til at lesa nær. Hon er eisini at finna á bæði facebook og Instagram, har hon javnan vísur brot frá gerandisdegnum sum studentaprestur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2024
Jónleif Johannesen er 46 ára gamal og hevur m.a. verið fyrstilærari í Skúlanum á Fossánesi og varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla
Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Jónleif Johannesen í starvið sum skúlastjóri í skúlanum á Skúlatrøð.
Jónleif er 46 ára gamal. Hann tók læraraprógv í 2004, hevur diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu og ein part av leiðsluútbúgving á masterstøði innan námsfrøðiliga leiðslu, umframt longri skeið í leiðslumenning.
Jónleif hevur starvast sum lærari og AKT-lærari í Føroyum, og hevur bæði verið nevndarlimur í Føroya Lærarafelag og formaður í Skúlaleiðarafelagnum.
Jónleif hevur hollar leiðsluroyndir innan fólkaskúlan. Hann hevur verið fyrstilærari í Skúlanum á Fossánesi og varaskúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla.
Seinasta hálva árið hevur hann arbeitt sum fulltrúi á fólkaskúlaøkinum í Undirvísingarstýrinum, har hansara arbeiðsøki m.a. hevur verið at skipa undirvísing í føroyskum sum annaðmál.
Jónleif tekur við starvinum sum skúlastjóri í skúlanum á Skúlatrøð 1. september 2024.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2024
Hevur fyrr virkað á SSL sum yvirstýrimaður og avloysaraskipari á Smyrli
Strandfaraskip Landsins boða í tíðindaskrivi frá, at Niels Jørgen Nielsen er settur sum nýggjur rakstrarleiðari á stovninum.
Niels Jørgen Nielsen er 57 ára gamal, og hevur drúgvar royndir innan skiparakstur og sjóvinnu. Niels varð útbúgvin skipsførari í 1989, og eftir lokið skipsføraraprógv var hann í 12 ár stýrimaður og skipsinspektørur hjá A.P. Møller.
Árini 2013 til 2019 sigldi hann sum yvirstýrimaður og avloysaraskipari við Smyrli og var eina tíð stýrimaður á Norrönu.
Tá ið Skipaeftirlitið, nú Sjóvinnustýrið, var yvirtikið, var Niels í fýra ár sýnsmaður har. Hann hevur eisini fleiri ára starvsroyndir sum próvdómari hjá Akstovuni og lærari á Vinnuháskúlanum og Brandskúlanum.
Rakstrardeildin er, umframt leiðaran, mannað við skipinspektøri, tekniskum leiðara, manningarsamskipara og trygdarsamskipara. Úti á skipunum eru skipararnir og maskinstjórarnir tættastu samstarvspartar hjá rakstrarleiðaranum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2024
12 granskingarætlanir fáa stuðul í ár
Betri Stuðul hevur játtað 3,3 milliónir krónur til tólv ymiskar kanningar- og granskingarverkætlanir.
Endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika gjøgnum stuðul til samfelagsgagnligt virksemi.
Betri Stuðul hevur lagt dent á at menna vitan og vísindi í Føroyum, og á henda hátt verða við til at styrkja okkum sum samfelag.
Einaferð um árið verður stuðul latin granskarum og í ár, varð stuðul latin til hesar granskarar:
18 umsóknir vóru, og samanlagt varð søkt um góðar 7 milliónir krónur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2024
320 byrjaðu á gymnasialum miðnámi, 146 á yrkisnámi, 37 á hægri námi og 8 á serbreytini
Í hesi vikuni byrjaði virksemið á Glasi aftur eftir summarfrítíðina. Fyrsti skúladagur var mikudagin, har gott og væl 500 næmingar og lærlingar høvdu teirra fyrsta skúladag.
320 næmingar byrjaðu á gymnasialum miðnámi á einari av teimum fimm breytunum, sum eru búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, fyrireikingarbreyt og skapandi fyrireikingarbreyt.
146 næmingar og lærlingar byrjaðu á einari av breytunum á yrkisnámi, sum eru bilbreyt, elbreyt, smiðju- og maskinbreyt, timburbreyt, hárbreyt, tilvirki og FHS.
Átta næmingar byrjaðu eisini á serbreytini á Glasi.
Á hægri námi byrja tilsamans 37 at lesa marknaðarførslubúskap og nýggju professiónbachelor útbúgvingina ‘altjóða handil og marknaðarførsla’. Á hægri námi eru eisini parttíðarútbúgvingar, og her byrja yvir 50 lesandi tað komandi skúlaárið.
Í sambandi við fyrsta skúladag varð sangurin Ró hjá Martini Joensen sungin fleirræddað. Anna Sofía Mellemgaard og Laila av Reyni stílaðu fyri.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2024
Nú hevur luttakaratalið ı́ FarGen 2 rundað 3.100, og sostatt eru bert um 400 pláss eftir
Samansetingin av luttakarum í FarGen 2 er ı́ rı́miligum samsvari við málini, men stórur tørvur er tó á luttakarum, sum hava diabetes 2.
Diabetes 2 er ein av sjúkunum, sum FarGen 2 kannar. Kanningarnar verða gjørdar samanberandi, og ı́legu- og heilsudátur hjá sjúkum verða samanbornar við dátur hjá frı́skum fyri at vita, um til ber at staðfesta munir ella ávı́s mynstur ı́ dátunum. Málið er at útvega vitan, sum kann vera við til at menna persónlagaðan heilivág. Persónlagaður heilivágur byggir á vitan um ı́legurnar hjá einstaklinginum, og letur upp fyri at málrætta viðgerðina meira.
Fyri hagfrøðisligu styrkina ı́ kanningunum er tørvur á lutfalsliga nógvum luttakarum við diabetes 2. Ítøkiliga er málið at fáa ı́ minsta lagið 220 diabetessjúklingar afturat við fyri at røkka málinum, sum er 350 luttakarar.
Til ber at fáa nærri kunning og tekna seg til FarGen 2 við at fylla út eitt spurnablað á Vanganum á sı́ðuni hjá Heilsustýrinum.
FarGen 2 fór ı́ gongd við at útvega luttakarar ı́ 2022, og væntandi verður komið á mál seinni ı́ ár. FarGen ger ı́legu- og heilsukanningar av føroyingum og savnar úrslitini ı́ einum granskingardátugrunni. Granskingarverkætlanir fara at kunna søkja um loyvi at granska ı́ dátunum, og samtykki krevst frá luttakarunum til hvørja verkætlan sær. Tað er Heilsustýrið, sum umsitur FarGen.
Meira kunning fæst á www.fargen.fo
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2024
Um vikuskiftið verður skipað fyri Ljósfest í Vági á fjórða sinni
Hetta vikuskiftið verður Ljósfest í Vági á fjórða sinni, og tað verður Kirstin Strøm Bech, fyrrverandi borgarstjóri, sum setur ársins Ljósfest, boðar Vágs kommuna frá.
Kirstin Strøm Bech stillaði upp fyri Javnaðarflokkin og varð fyrstu ferð vald í býráðið í november 2004 og varð av býráðnum vald til borgarstjóra. Hon var borgarstjóri frá 1. januar 2005. Til valið í november 2008 varð hon afturvald og helt fram sum borgarstjóri eitt valskeið afturat. Kirstin Strøm Bech gjørdist stýrislimur í Kommunusamskipan Føroya, tá hon gjørdist borgarstjóri, hon var næstformaður frá 1. juli 2006 til 31. desember 2008.
Hon setir ljósfest 2024 á stóra pallinum klokkan 18.20 leygardagin 17. august.
Tað var í 2021, at Vágs kommuna, tá saman við SEV, gjørdi av at hátíðarhalda, at fyrsta el-verk í Føroyum, elverkið í Botni í Vági, gjørdist 100 ár. Seinni varð gjørt av at halda fram við hesum væleydnaða tiltakinum, og verður Ljósfest í Vági nú á fjórða sinni, skrivar Vágs kommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2024
Føroya fyrsta veruliga havn varð tikin í nýtslu fyru 100 árum síðan.
Fyri 100 árum síðan, 15. august 1924, varð Tvøroyrar Havn, Føroya fyrsta veruliga havn, tikin í nýtslu. Í hesum sambandi heitti Tvøroyrar kommuna á Tvøroyrar Skjalasavn, um at útvega skrivligt tilfar og nakrar myndir, ið kundu varpa ljós á hesa, fyri Føroya land, so stóru hending.
Í Føroyatíðindi (ið tá kom út á Tvøroyri) 12. august 1924, kann lesast, at menn hava havt ætlanir um at byggja eina havn á Tvøroyri í 20 ár og at hon nú endiliga gerst veruleiki.
Undangongumaður var stórreiðarin og vinnulívsmaðurin N.J. Mortensen, ið á sínum mongu ferðum kring landið og til Danmarkar, gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at fáa havnina til veruleika.
Arbeiðið, við at gera havnina, byrjaði í 1922 og var tað fyritøkan Fibiger & Villefrance, ið gjørdi arbeiðið. Fyritøkan gjørdi fleiri havnir í Føroyum, um hetta mundið, men tann á Tvøroyri var tann fyrsta til at gerast liðug.
Stórfingin havnavígsla 15. august 1924
Í Føroyatíðindi 19. august 1924, er aftur nógv at lesa, nú stórfingin havnavígsla júst hevði verið.
Veðrið var av tí allarfagrasta og veitslurómurin øgiligur fríggjamorgun 15. august 1924, tá ”Sleipner” stevndi inn eftir fjørðinum. Umborð ljómaði veitslutónleikur, og á havnalagnum var allur býurin møttur upp. Umborð vóru landspolitikarar, entreprenørur og onnur, ið vóru innboðin.
Fyrstur at trína á landgangsbrúnna, var N.J. Mortensen, ið rópti eitt trífalt hurrá, fyri tí fyrsta havnaanlegginum í Føroyum, ið stóð liðugt.
Á middegi komu m.a. útróðrarbátar og skonnartir at kei og gerandisdagurin byrjaði so smátt.
Um kvøldið var stórfingin veitsla, við døgurða og dansi, í Tvøroyrar Klubba, har borðreitt var fyri umleið 100 gestum.
Fleiri røðarar vóru á veitsluni, og var tað táverandi borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Hans Hansen, ið helt fyrstu røðuna.
Næstur at røða, var amtmaðurin Olrik. At Tvøroyri hevði stóran týdning fyri landið, sást týðuliga í tí hann segði: ”Det er ikke en tilfældighed, at dette havneanlæg i Tveraa er det første af de færøske havneanlæg, som afleveres. Det er fra Tveraa at initiativet til bygningen af alle vore havneanlæg er kommet.” Hann segði eisini soleiðis: ”..faa steder har som Trangisvaag Fjord fra naturens haand betingelser for at eje en blomstrende havn.”
Røðurnar vóru nógvar og dreymarnir stórir. Nógvir av dreymunum gjørdist til veruleika, meðan aðrir ikki bóru á mál, sum so vera man, tá fólk royna at bróta upp úr nýggjum.
Fleiri søguligar myndir eru at síggja á Facebook-vanganum hjá Tvøroyrar kommunu
Tvøroyrar Havn í dag
Tað er sjálvandi eitt heilt annað havnalag vit hava í dag. At síggja til, á gomlu myndunum, so er torført at ímynda sær at ein so lítil havn, sum tann í 1924, skal hava havt so nógv at siga fyri menningina í økinum, men tað hevði hon veruliga. Eins og hon hevur í dag, nú Tvøroyrar Havn telist millum tær størstu í landinum.
Skipaferðslan her er ikki eins stór sum í gomlum døgum, men havast skal sjálvandi í huga, at eitt nútímans skip lastar eins nógv og fleiri av teimum gomlu, ið vóru álitið í sínari tíð.
Tvøroyrar Havn fevnir í dag eisini um havnina á Drelnesi og bryggjuna á Hvítanesi. Á Drelnesi er mentanardepilin SALT í eystara enda, meðan stórar grótrúgvur síggjast á vestara enda. Hesar skulu nýtast, til at víðka um havnina í miðbýnum, sum í dag er fleiri ferðir størri enn tann gamla, ið varð innvígd 15. august 1924.
Tann dag í dag, er Tvøroyrar Havn stóra snúningspunktið í vinnulívinum í býnum. Her hava vit eitt tað størsta pelagiska virkið í norðanlondum Varðin Pelagic- Vit hava saltfiskavirkið Delta Seafood, RBT Timburhandil og Faroe Ship. Her liggur stórur partur av útróðrarbátunum, ið eru heimahoyrandi í kommununi.
Seinastu árini er Súpanarvíkin vorðin nútímansgjørd og fríðkað og er hon eitt prýði fyri býin og eitt stað, har fólk javnan síggjast njóta eina góða løtu saman.
Lunnarnir fyri alt havnavirksemið í Føroyum, vórðu lagdir á Tvøroyri hin 15. juni 1924 og enn tann dag í dag, júst 100 ár seinni, er framvegis stórt virksemið á Tvøroyrar Havn.
Vónandi fer Tvøroyrar Havn at vera karmur um stórt virksemi og nógvar spennandi verkætlanir komandi mongu árini.
Tvøroyrar kommuna
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2024
Anna Falkenberg er vertur fyri vitjan hjá Vinstra - Vinstri og Sambandsflokkurin spæla fótbóltsdyst móti hvørjum seinnapartin
Tingbólkurin hjá Vinstra heldur summarfund í Føroyum hetta vikuskiftið. Tað er siðvenja hjá donsku flokkunum í fólkatinginum at hava ein tingbólkafund um summarið, áðrenn eitt nýtt fólkatingsár byrjar.
Vanliga er hesin tingbólkafundur ikki at sama staði á hvørjum ári, og í ár hevur Vinstri valt at halda tingbólkafundin í Føroyum.
Anna Falkenberg er partur av tingbólkinum hjá Vinstra, og hon er eisini vertur fyri vitjanini. Allur tingbólkurin kemur við til Føroya, eisini ráðharrarnir.
Vinstri hevur tvær ferðir áður hildið tingbólkafund í Føroyum. Fyrstu ferð var í 1992, tá Uffe Ellemann-Jensen var formaður. Í 2009 var flokkurin aftur í Føroyum, og tá var Lars Løkke Rasmussen formaður.
Í dag er Troels Lund Poulsen formaður, og hann verður eisini við á ferðini.
Umframt at fundast um at seta politisku kósini komandi fólkatingsár, so verður eisini tíð til hjá tingbólkinum at vitja støð í Føroyum, og kunna seg betur um føroysk viðurskiftir.
Eisini verður ein fótbóltsdystur millum Vinstra og Sambandsflokkin. Tað frættist, at báðir partar hava fyrireikað seg væl til dystin, og tað er altavgerandi fyri báðar partar at vinna. Í 2009 var Sambandsflokkurin omaná, tá flokkarnir brustu saman í einum dysti í Gundadali.
Møguleiki verður at síggja Troels Lund Poulsen, ið sigst at vera ein útmerkaður fótbóltsspælari, Søren Gade, Thomas Danielsen og aðrar politikarar hjá Vinstra dystast við Bárð á Steig Nielsen, Helga Abrahamsen, Annu Falkenberg og onnur.
Sjúrður Skaale er dómari.
Dysturin verður í Gundadali leygardagin 17. august klokkan 15.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2024
Arktiska sangkappingin verður hildin í grønlendska høvuðsstaðnum 12. oktober
Tað verður unga sangarinnan Ester Skála, sum fer at umboða Føroyar í sangkappingini Pan-Artic Vision, sum erður hildin í Nuuk 12. oktober.
Pan-Artic Vision varð hildið á fyrsta sinni í norðurnorska býnum Vadsø í fjør. Føroyski luttakarin tá var Guðrið Hansdóttir. Vinnarnir av hesi arktisku sangkappingini gjørdist grønlendski bólkurin Nuija, og tí verður kappingin í ár hildin í grønlendska høvuðsstaðnum.
Ester Skála verður lýst sum ein pink-popp prinsessa av Argjum. Á síni sangleið hevur hon skapt eitt univers fult av litum, fangandi sangum og magiskum brøgdum. Bjarta rødd hennara ljóðar altjóða, og við sanginum ‘Unicorn’ vann hennara fyrsti útgivni sangur áhoyraravirðislønina á Faroese Music Awards í 2022.
Higartil hevur Ester Skála einans sungið á enskum, men til Pan-Arctic Vision kappingina, skal hon framføra á egnum móðurmáli.
Tað er Norðurlandahúsið, sum samskipar føroyska partin av Pan-Arctic Vision, og sum eisini hevur valt Ester Skála – eftir umsókn – at umboða Føroyar í kappingini.
Londini og økini, sum eru við í PanArctic Vision eru umframt Føroyar: Alaska, Grønland, Ísland, Nunavut (Kanada), Norðurfinnland, Norðurnoreg, Norðursvøríki, arktiska Russland og Youkon (Kanada).
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2024
Mich Box er nærmast eitt halgimenni. Einasti av upprunalimunum í Uriah Heep, sum enn er á lívi. Hevur ferðast uttan íhald og spælt konsertir í samfull 54 ár
Han stóð nærmast sum eitt halgimenni á pallinum og risti kross yvir fjøldina, síðhærdi guittarleikarin og oddamaðurin í bretska rokkorkestrinum Uriah Heep, 77 ára gamli Mick Box, hvørs borgarliga navn er Michael Frederick Box.
Leygarkvøldið spældi sankta Michael og hansara menn á Vágsbøi á Summar Festivalinum. Einn einaferð í Føroyum, og líka stórliga fagnaðir.
Og Mick Box er nærmast eitt halgimenni. Einasti av upprunalimunum í Uriah Heep, sum enn er á lívi. Hevur ferðast nærum uttan íhald og givið konsertir í samfull 54 ár.
Jú, hann var verdur at fagna. Guittarspælinum feilti einki. Væl samanspælda orkestrið rokkaði Vágsbø, sum fá orkestur hava megnað á Vágsbøi.
Uriah Heep var væl egnað til júst henda festivalin. Tú sást tilkomin og eldri fólk, sum høvdu funnið sín innara tannáringarokkara framaftur, og sum skrálaðu við til “Easy Livin’”, “Stealin’”, “July Morning”, “Look at Yourself”, “Sweet Lorraine”, “Sunrise”og ikki minst “Lady in Black”.
Men eisini við nýggjaru løgunum prógvaðu Uriah Hepp, at enn er dugur í teimum sum stílskapandi rokkorkestur, hóast miðalaldurin helst er er hækkaður við eini hálvari øld síðan teir komu fram við stílskapandi plátuni “... Very ‘Eavy... Very ‘Umble” í 1970. Box er 77, tangentleikarin Phil Lanzon 74, sangarin Bernie Shaw 68, trummusláarin Russel Gilbrook 60 og nýggjasti limurin, bassleikarin Dave Rimmer 55.
Føroyingar elska Uriah Heep, og hava altíð gjørt tað. Nógv meira enn hinir rokkbólkarnir, sum sóu dagsins ljós í Bretlandi tá seint í seksti- og tíðliga í sjeytiárunum. Undarliga, at so skal vera...
Tað var ein fín konsert, hóast onkur, sum ikki so væl kendi tónleikin hjá Uriah Heep, helt fyri, at tað var í so leingi at bíða eftir “Easy Livin’”. Kanska teir kundu trivið í okkurt av gomlu stórhittunum fyrr á konsertini, fyri líka sum at halda grýtuni í kók.
Sí allar myndirnar frá leygarkvøldinum her
Dublinskur pub-stemningur
Undan Uriah Heep hoyrdu vit frálíka írska sangaran Paul Watchorn á minsta pallinum geva okkum eitt sindur av dublinskum pub-stemningi við fleiri av teimum kendu og elskaðu fólkasangunum.
Og tað vóru rættiliga nógvir føroyingar, sum dugdu sangirnar, ikki bara Molly og Whisky in the Jar. Hugaligt at hoyra.
Frammanundan tí spjaddi Lena Anderssen og dugnaliga orkestur hennara góðar vibrasjónir í tjaldinum.
Og á bønum varð sligið upp í fleiri ringar, tá Pól Arni Holm og Hamradun við teirra mergjaðu tónum við djúpum kjølfestum røtrum í føroyskari kvæðamentan skipaðu dansin.
Eftir Mick Box hevði sligið seinasta tónan á Vágsbøi, fingu Frændur møguleikan at fáa fjøldina uppaftur at kóka. Kanska var tað ein tung uppgáva – áhoyraraskarin var ikki eins stórur, men ódeyðiligu sangirnir hjá Steintóri og Nolsøe-brøðrunum eru altíð førir fyri at skapa gott lag í føroysku summarnáttini – ikki minst millum fjøllini í Klaksvík.
Allar seinasta tónan á ársins festivali sló Jens Marni í tjaldin so seint, at tað aftur var farið at lýsa fyri degi.
Vit, sum ikki vóru har og annars kundu hugsað okkum at uppliva tað – og ikki minst tey, ið sakna náttarfrið á festivaldøgunum, kunnu bert vóna, at fyrireikararnir einaferð eru so mikið at sær komnir, at teir fara at ásanna, at onki fer av festivalinum, um tónleikurin endar (og byrjar) tveir tímar fyrr á kvøldinum. Óskiljandi at tað skal vera so...
Annars. So munnu tey allarflestu, sum vóru til staðar í Klaksvík um vikuskiftið halda, at eisini hesin var ein fínur festivalur.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2024
Ein bretskur sjarmørur og drynjandi sørvingar settu lív í Klaksvíkina farna fríggjakvøld
Bretski popparin, Olly Murs, vísti seg at vera ein fongur fyri Summar Festivalin.
Helst vóru vit mong, sum ongantíð høvdu hoyrt um henda bretan fyrr. Men í trunkanum framman fyri stóra pallinum á Vágsbøi var týðuligt, at unga ættarliðið hevði glett seg til júst hesa konsertina, og seinni vísti tað seg eisini, at tey kendu tey flestu av sangunum eisini.
Fyri okkum, sum ikki kendu sangirnar, byrjaði konsertin heldur tungliga, meðan Olly áhaldandi royndi at sannføra stóru áshoyrarafjøldina um sínar dygdir.
Og so hvørt sum lív kom í fjøldina, og dansurin og troðkanin gjørdist heldur ógvuslig, byrjaði Olly at sannføra okkum um sínar dygdir. Ikki heimsins besti sangari, men fínur undirhaldari, sum dugdi síni dansi-‘moves’.
Og orkestrið var frálíkt. Swingandi rhytm’n’blues og poppur á høgum støði. Og her heilt frammi í troðkanini undir pallinum, var ljóðið eisini frálíkt – munandi betri, enn tað var kvøldið fyri, tá vit komu at standa í so aftarlaga.
Tá Olly so treiv í nøkur vælkend party-hits, gjørdist konsertin nærum fullkomin. Eitt gott upplivilsi á Vágsbøi.
Troyttast ikki av Tinganest
Eftir Olly vóru Tinganest í tjaldinum. Tinganest hava spælt so at siga á øllum festivalum og størri konserttiltøkum í summar. Men í tjaldinum fríggjakvøldið var onki, sum bendi á, at fólk eru farin at troyttast av Magnusi, Jakkanum, Holgari og Finni.
Stúgvaða mannamúgvan kókaði.
Hóast konsertin var í so stutt – har vóru nógvir sangir eftir at syngja – so var tað eisini eitt frálíkt upplivilsi við Tinganest í toppformi, og teir hava eisini fingið onkrar av teimum gomlu sangunum við á skránna, sum ikki hava verið at hoyra á palli í seinastuni.
Yvirmatchað
Fyrr á kvøldinum upplivdu vit Daniu O. Tausen og hennara bólk á stóra pallinum. Ófatilig musisk evni, hesi ungu fólkini hava. Men at koyra tey á ein so stóran pall, tyktist vera ‘yvirmatchað’.
Nærverandi og inniligu sangirnir hjá Daniu eru ikki egnaðir til støð har tað er so langt millum pallkant og áhoyrarar.
Bjór-úrvalið
Á veg heim til hugfarsligu sangirnar og tónarnar frá Herborg Torkilsdóttir, og longur frammi hoyrdu vit eisini tónarnir frá Dynamitt í fjarstøðu. Har tyktist lagið at vera gott, og tað var tað heilt sikkurt eisini til Adrenaline og RSP longur út á náttina.
Sum vera mann er altíð okkurt at knarra um. Her skal tað vera ølúrvalið á festivalinum. Onki ilt um lokala bryggjaríið, men bert at hava pilsnara og gull í ølkranunum og ikki tað myrkara klassik, er eitt keðiligt mistak. Í mínum smakki er onki annað enn prosentini á muni millum eina veðr og eina gull frá Føroya Bjór, og tí var tað eitt vónbrot ikki at kunna keypa eina øl av eitt syndur myrkari slag. So er tað sagt...
Sí myndirnar frá fríggjakvøldinum her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2024
Mark Fain og Nashville-bólkurin Lonesome Rangers verða at hoyra í Lívdini í Hoyvík í september
Mark Fain hevur vunnið fleiri Grammy virðislønir enn nakar tónleikari, sum hevur framført í Føroyum! 21. september kemur hann við bólkinum Lonesome Rangers frá Nashville at hava konsert í Lívdini í Hoyvík.
Einasta framførsla við Grammy vinnara í Føroyum í ár
Hóast nógvir góðir tónleikarar hava framført í Føroyum í ár, so hevur eingin teirra vunnið nakra Grammy. Tí verður konsertin við Mark Fain nakað serligt. Mark er tilnevndur til 11 Grammys og hevur vunnið 7 ferðir.
Hevur vunnið líka nógvar Grammys sum The Beatles!
Mark Fain kann bólkast við sera navnframum tónleikarum. Onnur, sum eisini hava vunnið 7 Grammys, eru The Beatles, Prince, Madonna, Simon and Garfunkle og John Mayer.
Mark er føddur og uppvaksin í Rogersville, Tennessee. Hann hevur spælt tónleik, síðani hann var smádrongur. Fastir hansara og maðurin høvdu ein tónleikahandil, sum umboðaði Fender.
- Har komu nógvir kendir tónleikarar inn at keypa. T.d. keypti George Jones fleiri Fender forsterkarar har. Ein annar fastur kundi, sum altíð kom inn at vitja okkum, var sangarin Tennessee Ernie Ford.
Mark byrjaði at spæla guitar og bass. Tá ið hann var 15 ár byrjaði tónleikayrkisleiðin veruliga.
Hann kom í ein country gospel bólk, sum var sera virkin. Teir spældu upp til 300 konsertir um árið.
Ricky Skaggs and Kentucky Thunder og 7 Grammys
Mark møtti Ricky Skaggs í Grand Ole Opry, tá ið hann var 14 ár. Hetta førdi til, at Mark nøkur ár seinri byrjaði at spæla við Ricky Skaggs and Kentucky Thunder.
Tað var í hesum samanhangi, at Mark vann sney Grammys.
- Eg hugsi ikki so nógv um tað longur, men eg minnist serliga fyrstu ferð, vit vunnu. Tað var ein serlig kensla, tí eingin minni enn sjálvur David Foster handaði okkum virðislønina.
- Tá ið eg byrjaði at spæla við Ricky Skaggs and Kentucky Thunder, fekk eg betri stundir til at arbeiða í studio og at framføra við øðrum tónleikarum. Við Ricky spældu vit 60-80 konsertir um árið og tað var nógv minni, enn eg var vanur við.
- Eg havi framleitt og spælt við nógvum kendum tónleikarum so sum Jack Black, Rosanne Cash, Ry Cooder, John Fogerty, Chris Hillman, Bruce Hornsby, Alan Jackson, Cody Johnson, Loretta Lynn, Martina McBride, John Oates, Joan Osborne, Dolly Parton og Tom Petty.
- Eg havi spælt og framleitt alt frá bluegrass til jazz. Tá ið eg byrjaði at spæla, hugsaði eg ikki nógv um, at tað var munur á country og jazz. Tað var bara tónleikur í mínum hugaheimi.
Justin Terry er sangarin í Lonesome Rangers
Sangarin í bólkinum Lonesome Rangers er Justin Terry, sum var í Føroyum í 2023. Seinast Justin var í Føroyum, var hann einsamallur. Hann er sera fegin um at hava framúr góðar tónleikarar frá Nashville við sær hesa ferð.
Les eisini: Justin Terry aftur til Føroya
Grammy virðislønir, sum Mark Fain hevur vunnið:
Tað er Praise Him, sum skipar fyri konsertini, sum verður 21. september kl. 21 í Lívdini í Hoyvík. Atgongumerki kunnu keypast her
Kelda: https://www.grammy.com
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2024
Sonur Mette-Marit krúnprinsessu leggur kortini á borðið – hann hevur sálarligar avbjóðingar og trupulleikar við misnýtslu
Marius Borg Høiby – sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit – viðgongur nú, at hann var harðligur móti eini kvinnu herfyri. Tað sigur hann í eini boðum til NRK.
- Undanfarna vikuskiftið hendi nakað, ið aldri átti at verið hent. Eg framdi kropsligan ágang og oyðilegði ting í eini íbúð í einum alkohol- og kolainrúsi eftir eitt skeldarí, stendur í útsøgnini, sum varð kunngjørd í dag.
Marius Borg Høiby varð handtikin av løgregluni í Oslo fyri hálvuaðru viku síðani, og skuldsettur fyri harðskap og herverk.
Í útsøgnini, sum NRK hevur fingið umvegis verjan hjá Høiby, greiðir krúnprinsessusonurin frá, at hann hevur fleiri sálarligar avbjóðingar, og at hann tí stríðist við misnýtslu.
Hann sigur, at hann fyrr hevur verið í viðgerð, og at hann nú aftur fer í viðgerð.
- Misnýtslan av rúsevnum og mínar diagnosur skulu ikki brúkast sum umbering fyri tað, ið hendi í íbúðini í Frogner undanfarnu sunnunátt. Eg taki ábyrgd fyri tað, eg havi gjørt, og ætli mær at forklára meg sannførandi fyri løgregluni, sigur hann.
Hann kemur eisini við umbering til unnustu sína og familjuna.
- Hon hevur hvørki uppiborið tað, sum hendi hetta kvøldið, ella tað ógvusliga trýstið, sum hon nú er útsett fyri frá bæði norskum og útlendskum fjølmiðlum.
Harðskapsskuldsetingarnar móti Marius Borg Høiby kunnu geva upp til eitt árs fongsul sambært norsku revsilógini.
Marius Borg Høiby er ikki partur av almenna norska kongshúsinum, hóast hann er sonur Mette-Marit, krúnprinsessu. Krúnprinsessan fekk hann áðrenn hon hitti norska trónarvingin, Haakon krúnprins.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2024
Minst tríggir ukrainar eru undir illgruna, men enn er bert ein eftirlýstur. Eitt ferðslumyndatól avdúkaði hann
Týskland hevur nú sent út handtøkuboð móti einum ukrainskum kavara, sum er undir illgruna fyri spreingingarnar á Nord Stream 1 og 2 gassleiðingunum í 2022.
Tað var í september 2022, at fýra lekar komu á gassleiðingarnar, sum førdu gass úr Russlandi til Týskland eftir havbotninum í Eystrasalti.
Ein ukrainskur kavari, sum er undir illgruna fyri at hava verið við til at leggja spreingingarnar, er nú eftirlýstur í Týsklandi. Tað skriva fleiri týskir miðlar.
Seinasti kendi bústaðurin hjá manninum er í Polandi, man haðani verður upplýst, at maðurin er fluttur aftur til Ukraina.
Sambært týsku løgregluni var hann saman við fleiri øðrum við til at leggja spreingiløðingarnar á leiðingarnar.
Tveir aðrir ukrainskir kavarar, ein maður og ein kvinna, eru eisini undir illgruna. Men sambært miðlunum, eru tey ikki eftirlýst enn.
Tey hava havt eina kavarafyritøku saman við eftirlýsta manninum.
Tey trý eru millum tey fimm fólkini, sum verða hildin at standa fyri yvirgangsatsóknini. Tey vóru umborð á einum seglbáti, sum fór út á Eystrasalt 6. september 2022.
Tað var eitt myndatól, sum skrásetir ferð á einum høvuðsvegi á týsku oynni Rügen, sum avdúkaði mannin, sum nú er eftirlýstur.
Týski ákærumyndugleikin hevur ikki váttað tíðindini, men miðlarnir Süddeutsche Zeitung, Die Zeit og ARD skriva um málið frá ónavngivnum keldum.
Týskland bað pólskar myndugleikar um at handtaka kavaran í juni mánaði. Hetta er váttað í Polandi. Men tað eydnaðist manninum at rýma úr Polandi áðrenn tað eydnaðist at handtaka mannin.
Vesturlond hava leingi víst á, at tað vóru russar, sum stóðu fyri spreingingunum, meðan Russland hinvegin legði skuldina yvir á vesturlond og Ukraina.
Nógv kring hendingarnar er framvegis ógreitt. Radiosamskifti hevur avdúkað, at eisini skip hjá russiska herflotanum vóru í økinum fleiri ferðir innan spreingingarnar.
Myndugleikarnir í bæði Svøríki og Danmark eru givnir við at kanna málið, men krimnalløgreglan í Týsklandi hevur hildið fram við at finna fram til tey seku.
Spreingingarnar hendu á næstan 80 metra dýpi í altjóða sjógvi, men innan fyri búskaparøkini hjá Svøríki og Danmark, skrivar finska kringvarpið.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2024
Hotellið, sum heimskendi arkitekturin Arne Jacobsen teknaði, hevur høgt friðingarvirði, verður mett
Sermerkta hotellið hjá Arne Jacobsen í Hammerichsgade á Vesterbrúgv í Keypmannahavn, SAS royal Hotel, verður nú friðað.
Tað boðar stovnurin Slots- og Kulturstyrelsen frá í dag, eftir at uppskotið um friðing hevur ligið úti til almenna hoyring í tríggjar mánaðir.
Stýrið hevur lagt dent á, at bygingurin, sum liggur við Vesterport tokstøðina, hevur høgt friðingarvirði, samstundis sum hann virkar sum hotell og fylgir við tíðini.
Talan er um eitt ikoniskt meistaraverk serliga orsakað av væl umhugsaða úttrykkinum á fasadunum við teimum tunnu aluminiumssprossunum og elegantu proportiónunum, verður sagt í grundgevingini.
Danski arkitekturin og sniðgevin Arne Jacobsen, sum livdi frá 1902 til 1971 teknaði ikki bara bygningin, men sniðgav innbúgvið heilt niður til borðbúnað og øskubikur.
SAS Royal Hotel lat upp 1. juli 1960. Aðrir kendir bygningar, sum Arne Jacobsen teknaði, eru Bellevue Teater, Danmarks Nationalbank og ráðhúsið í Aarhus. Millum kendu stólarnar hann teknaði eru Eggið, Svanin og Meyran.
Innan úr einum av kømrunum á SAS Royal Hotel síggjast tríggir av kendu stólunum hjá Arne Jacobsen. Frá vinstru Svanin, Eggið og Dropin
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2024
Eitt ferðafólkaflogfar datt undanfarna fríggjadag niður í statinum São Paulo, og øll umborð lótu lív
Eitt brasilskt ferðafólkaflogfar við 61 fólkum umborð datt fríggjadagin9. august niður í býnum Vinhedo norðan fyri stórbýin São Paulo, og øll lótu lív, upplýsir flogfelagið Voepass Linhas Areas.
Talan er um eitt flogfar av slagnum ATR-72-500. Umborð á flogfarinum, sum var á veg til Guarulhos í statinum São Paulo úr Cascavel í statinum Parana, vóru 57 ferðafólk, og manningin taldi fýra fólk.
Flogfarið datt niður seint seinnapartin okkara tíð. Flogfelagið hevur enn onga frágreiðing um, hví vanlukkan hendi, men svarti kassin er funnin, so vónin er, at tað ber til at finna útav, hvat er hent, upplýsa lokalir myndugleikar.
Talan er um størstu flogvanlukku í Brasil síðan 2007, har ein flogvanlukka kravdi 199 mannalív, skrivar Ritzau.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2024
Tað hevur í fleiri ár verið forðað, men nú fer Apple at gera tað møguligt at taka samrøður upp. Eisini at fáa skrivligt avrit
Eftir í fleiri ár at hava sett forboð fyri at taka samrøður á iPhone upp, kúvendir Apple.
Í heyst tá nýggja stýrisskipanin iOS 18 kemur út, verður møguligt at taka telefonsamrøður upp og eisini at fáa skrivlagt avrit av samrøðunum. Hetta skrivar The Verge.
Higartil hava Google, sum stendur fyri Android-stýrisskipanini og Apple ikki loyvt hesum fyri at taka atlit til privatlív.
Apple sigur tó, at tá ein samrøða verður tikin upp, fær tann man tosar við, boð um hetta. Sostatt er ikki møguligt at taka telefonsamrøður upp loyniliga.
Skjótt kemur vitlíki eisini til iPhone. Møguligt verður eitt nú at fáa ein samandrátt av telefonsamrøðu beinanvegin, hon er liðug. Tí er hetta bara á enskum, sponskum og á fronskum.
Enn er óvist um funkan kemur til ES-lond, tí ES hevur sum skilst harða reglugerð um brúk av vitlíki og privatum upplýsingum millum brúkarar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2024
Tað eydnaðist ikki hjá føroyameistarunum at vinna seg víðari til playoff dyst í Europa League, eftir samanlagt 4-3 tap á Borac Banja Luka. Nú bíðar teimum ein playoff dystur í Conference League í staðin
Málið hjá Deni Pavlovic var ikki nokk. Avbjóðingin í Bosnia Hersigovina gjørdist ov stór fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag. Eftir longda leiktíð vann heimaliðið, Borac Banja Luca, 3-1 og harvið 4-3 samanlagt, og fær møguleikan at spæla play-off dyst í Europa League, og er tryggjað bólkaspæl í Conference League um liðið tapir næsta dystin.
Varin byrjan
Fyrri hálvleikur byrjaði við heldur varnum fótbóltsspæli. Ikki spurdist nógvir málmøguleikar burturúr hjá KÍ. Einasta skotroynd, ið KÍ hevði, var eitt skot hjá Árna Frederiksberg úr 80 metrum.
Leiðslumálið hjá mótstøðuliðnum kom longu eftir 17 minuttir. Nikola Srekovic legði mótstøðuliðið á odda, eftir væl spælda avlevering frá David Cavic, ið KÍ verjan ikki fekk vart seg fyri.
Tá minni enn hálvi tími var farin, fekk verjuskansin hjá KÍ, Odmar Færø, viðgerð á vøllinum. Tá bleiv signalerað av læknanum hjá KÍ, Thomas Berthou, at landsliðsleikarin mátti útskiftast. Í hansara stað kom so Deni Pavlovic.
Inn, skoraði og útaftur
Stutta løtu seinni fekk heimaliðið bóltin í málið. Lukkutíð fyri KÍ, var VAR-toymið árvakið, og fekk kolldømt málið vegna rangstøðu.
Innskifti Deni Pavlovic javnaði fyri KÍ, tá 53 minuttir vóru spældir, eftir ótrúliga væl spældan deyðbólt frá Árna Frederiksberg.
Tað skuldi ikki ganga nógv meir enn eitt korter frá at hann hevði skorað, so bleiv Deni Pavlovic skaddur og mátti útskiftast. Inn fyri hann kom Albert Ejupi.
Ein vælspælandi Stefan Savic legði Borac Banja Luka á odda í 83. minutti, við langskoti úr 25 metrum. Mark Jensen í KÍ málinum var í fullari longd eftir bóltinum, men var akkurát ov stuttur.
Fá sekund fyri leiklok fór Hallur Hansson í eina takkling, har hann veruliga tók ein fyri liðið. Við at steðga lovandi álopi, ið kostaði gult kort, fekk havnamaðurin á KÍ liðnum, steðga mótstøðuliðnum at fáa enn ein málmøguleika. Í somu stund rann dómarin út til bonkin hjá Borac Banja Luka, og vísti einum hjálparfólki teirra av vøllinum.
Liðini høvdu bæði sínar møguleikar og skaptu bæði liðini støður. Tó má sigast, at leikligu yvirvágina hevði Borac Banja Luka, tað mesta av dystinum.
2-1 til Borac - tað sama, sum KÍ vann í Djúpumýri fyri viku síðani - og so skuldu liðini út í longda leiktíð.
Avgjørdu í longdu leiktíðini
Teir málmøguleikar sum komu afturat í longdu leiktíðini, vóru í størsta mun til fyrimuns til heimaliðið. Somuleiðis koppaði yvirvágin í teirra favør, og longu tríggjar minuttir inn í longdu leiktíðina, skoraði noðurlendingurin á bosniska liðnum, Bart Meijers málið, ið gjørdist avgerandi.
KÍ hevði ein málmøguleika, ið rakti málið, allar 120 minuttirnar. Tíverri var tað helst manglandi neyvleiki í álopspartinum hjá KÍ, ið kostaði teimum playoff dystin í Europa League.
Europa League 3. umfar, seinni dysturin
Gradski Stadion, hósdagin 15. august
Borac Banja Luka - KÍ 3-1 eftir longda leiktíð (4-3 samanlagt)
17' 1-0 Nikola Sreckovic (David Cavic)
53' 1-1 Deni Pavlovic (Árni Frederiksberg)
82' 2-1 Stefan Savic (Jovo Lukic)
93' 3-1 Bart Meijers (Stefan Savic)
Liðið hjá KÍ: Mark Jensen - Patrick da Silva, Alexander Berntsson (105' Joseph Williams), Cèderic Yambéré, Árni Frederiksberg, Páll Klettskarð (L), Hallur Hansson (105' Børge Petersen), René Joensen (111' Dan í Soylu), Jóannes Danielsen, Odmar Færø (28' Deni Pavlovic (69' Albert Ejupi)), Kristoffer Ødemarksbakken (83' Mads Mikkelsen)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2024
Tað gjørdist greitt hósdagin, eftir samanlagda 4-3 tapið á Borac Banja Luka. Finska meistaraliðið, HJK Helsinki, er næsta mótstøðulið hjá KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Yvir tveir dystir skal KÍ nú vinna samanlagt á finska meistaraliðnum, fyri at evropeiska bólkaspæli skal gerast ein møguleiki, annað árið á rað. Mótstøðuliðið í næstu viku, HJK Helsinki, hevur undan dystinum verið í ttrimum evropeiskum bólkaspælum á rað.
HJK Helsinki er ikki heilt ókent lið um okkara leiðir. Liðið var í Føroyum í 2018 og 2019, móti ávikavist Víkingi og HB.
Í 2018 vann HJK 2-1 á Víkingi í Føroyum, og 3-1 í Helsinki. Í 2019 spældi HJK javnan 2-2 dyst móti HB í Føroyum, og vunnu teir 3-0 í Helsinki.
Eisini var finska meistaraliðið í Føroyum fyri 30 árum síðani, tá teir vunnu 5-0 á B71 á niðara vølli á Toftum.
Fyrri dysturin stendur at vera á Tórsvølli í næstu viku, hósdagin 22. august. Returdysturin verður í Helsinki eina viku seinni, hósdagin 29. august. Vinnur KÍ samanlagt á finsku meistarunum, er tað aðru ferð í søguni, at eitt føroyskt lið kemur víðari eftir sigur á finskum liði. Higartil einastu ferð var í 2013, tá Víkingur vann samanlagt 2-1 á Inter Turku.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2024
ÍF var á odda í steðginum, men klaksvíkingar endaðu við at vinna 2-1. B68 tryggjaði sær trý umráðandi stig
Fýra dystir í Betri deildini í fótbólti vórðu spældir farna vikuskiftið. Talan er um 18. umfarið hjá monnunum..
NSÍ og Skála spældu við Løkin, og við einum máli frá Lars Viktor Filip Agardius og tveimum brotssparkum av Peturi Knudsen, vann NSÍ 3-0.
EB/Streymur hevði vitjan av HB, og gestirnir lótu ongan iva vera um, at teir framvegis royna eftir meistaraheitinum. HB vann trygt 4-0.
KÍ, sum hálva vegna var á veg av landinum at spæla Europa League-dyst móti Borac úr Bosnia Hersigovina, hevði vitjan av botnliðnum ÍF. Fuglfirðingar fingu í vikuni undan dystinum nýggjan venjara, og eina løtu sá út til at sonevnda venjaraeffektin fór at rigga. Gundur Ellingsgaard Petersen legði ÍF á odda tá 40 minuttir vóru leiktir.
Í seinna hálvleiki gjørdi KÍ broytingar á liðnum, og tað bragdaði. Klaksvíkingar vunnu dystin 2-1.
Á Toftum var stórfagnaður um trý umráðandi stig móti 07 Vestur. Tað var Alex Mellengaard sum skoraði einsamalla málið í dystinum uppá brotsspark.
Atli tvær ferðir á blettinum
Seinasti dysturin í hesum umfarinum varð spældur mánakvøldið, tá tá oddaliðið Víkingur var á vitjan hjá B36 í Gundadali.
Hann hevði ikki skorað síðani í oktober 2021. Tá var tað við brotssparki í Sarpugerði. Mánadagin skoraði Atli Gregersen aftur, og var talan um tvey týðandi brotsspørk í Gundadali. Tvey mál sum kunnu verða avgerandi í meistarastríðnum.
Víkingur var omaná fyri steðgin, men fekk ikki hol á fyri steðgin. Hetta var við brotssparki. Sølvi Vatnhamar fór skaddur av vølli í sambandi við støðuna, og tí tók liðformaðurin ábyrgd. Atli Gregersen legði bóltin kaldliga uppum Silas Eyðsteinsson í B36-málinum.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Heimaliðið kom við nógv meira eftir steðgin, og í 59. minutti spældi B36 væl í høgru. Marius Kryger Lindh legði útfrá, og landsmaðurin Anton Søjberg fekk sent bóltin millum beinini á verjuspælara og málverja hjá Víkingi.
Nú var av álvara lív í, og nakrar minuttir seinni svaraði Víkingur aftur. Poul Kallsberg slapp hegnisliga framvið Magnusi Egilssyni, og kominir inn í brotsteign fóru báðir umkoll. Jóhan Hendrik Ellefsen ikki í iva: Altjóða dómarin metti, at her var brot fyri at koyra undir ein mótstøðuleilkara.
B36'arar í øðini, onkrir royndu at órógva Atla Gregersen, tað gjørdi vindurin eisini, men 42-ára gamli miðverjin hevur roynt nógv, og við sínum góða høgra fóti smekkaði hann bóltin trygt í annað málhornið.
2-1 gjørdist eisini úrslitið av dystinum. Trý ógvuliga týdningarmikil stig til Víking, sum nú aftur er seks stig frammanfyri HB og níggju stig frammanfyri KÍ.
18. umfar í Betri deildini
NSÍ - Skála ÍF 3-0 (1-0)
18' 1-0 Lars Viktor Filip Agardius(Petur Knudsen)
88' 2-0 Petur Knudsen (br.)
90+7' 3-0 Petur Knudsen (br.)
EB/Streymur HB 0-4 (0-3)
04' 0-1 Emmanuel Duah (Hanus Sørensen)
22' 0-2 Mikkel Dahl (Mathias Voss)
43' 0-3 Samuel Johansen Chukwudi
86' 0-4 Mathias Voss
KÍ - ÍF 2-1 (0-1)
40' 0-1 Gundur Ellingsgaard Petersen (Uros Stojanov)
49' 1-1 Joseph Michael Williams (Patrick Da Silva)
57' 2-1 Páll Klettskarð (Árni Frederiksberg)
B68 - 07 Vestur 1-0 (0-0)
75' 1-0 Alex Mellemgaard (br.)
B36 - Víkingur 1-2 (0-1)
45+5' 0-1 Atli Gregersen (br.)
59' 1-1 Anton Søjberg 1-1 (Marius Kryger Lindh)
66' 1-2 Atli Gregersen (br.)
Støðan:
Víkingur 51 stig
HB 45 stig
KÍ 42 stig
NSÍ 34 stig
B36 26 stig
07 Vestur 21 stig
B68 14 stig
Skála ÍF 14 stig
EB/Streymur 10 stig
ÍF 3 stig
Komandi dystir:
Fríggjakvøldið: 07 Vestur - NSÍ
Sunnudagin kl. 15: EB/Streymur - Skála ÍF
Sunnudagin kl. 15: ÍF - B36
Sunnudagin kl. 17: HB - B68
Sunnudagin kl. 17: Víkingur - KÍ
Fríggjakvøldið 23. august kl. 18.30: Skála ÍF - ÍF
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2024
Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi var sunnudagin kosin besti spælari í Betrideildini í juni og juli mánaði
Fult umfar í Betrideildini hjá kvinnum var á skránni farna vikuskiftið, og nú eitt umfar er eftir at spæla í grundspælinum er greitt, hvørji lið fara at spæla í ovaru hálvu í endaspælinum, og hvørji lið fara at spæla í niðaru hálvu.
Fríggjadagin løgdu KÍ og FC Hoyvík fyri á Djúpumýru í Klaksvík, og endin gjørdist ein sannførandi 9-0 sigur til heimaliðið.
Hinir tríggir dystirnir vórðu spældir sunnudagin. Í Havn endaði málleyst millum HB og NSÍ, meðan Skála vann 2-1 á heimavølli móti TB/FCS/Royn. Triði dysturin var í Sarpugerði í Norðragøtu, har Víkingur vann 7-0 á B36.
Áðrenn dystin í Sarpugerði var toppskjúttin í Betrideildini hjá kvinnum, Jensa Tórolvsdóttir hjá Víkingi kunngjørd sum besti spælari í juni og juli mánað.
– Eg eri ótrúliga glað fyri hendan heiður, men tað er ikki minst mínum liðfeløgum og venjaratoyminum at takka. Tað hevur gingið væl hjá okkum higartil í ár, men enn er langur vegur eftir, og tað skal arbeiðast hart, um vit skulu røkka málinum, sigur Jensa Tórolvsdóttir við heimasíðuna hjá FSF.
Aðrar, ið eisini fingu væl av atkvøðum hesaferð, vóru Heidi Sevdal og Julia Naomi Mortensen úr NSÍ, og liðfelagin hjá Jensu, Lea Lisberg.
Tað eru venjarar hjá liðunum í fremstu deildini hjá kvinnum, sum atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað, ið verður stuðlað av Hotel Brandan og Betri.
13. umfar í Betri kappingini
KÍ - FC Hoyvík 9-0 (6-0)
11' 1-0 Durita Hummeland
12' 2-0 Sanna Svarvadal (Jancy Mohr)
25' 3-0 Tóra Mohr (Jancy Mohr)
26' 4-0 Sólja Ernstdóttir (Tóra Mohr)
27' 5-0 Eyðvør Klakkstein (Sólja Ernstdóttir)
45' 6-0 Tóra Mohr (Eyðvør Klakkstein)
52' 7-0 Tóra Mohr (Maria Johansen)
63' 8-0 Maria Johansen (Jancy Mohr)
89' 9-0 Jancy Mohr
HB - NSÍ 0-0
Víkingur - B36 7-0 (3-0
02' 1-0 Jensa Tórálvsdóttir (Sára á Líðarenda)
30' 2-0 Jensa Tórálvsdóttir (Eydna Dalheim)
43' 3-0 Lea Lisberg
56' 4-0 Rakul Sørensen (Jensa Tórálvsdóttir)
61' 5-0 Hanna Højgaard (Jensa Tórálvsdóttir)
71' 6-0 Rakul Sørensen (Fríða Magnussen)
82' 7-0 Bjørg Jarnskor (Rakul Sørensen)
Skála ÍF - TB/FCS/Royn 2-1 (0-0
65' 0-1 Leona Djurhuus (Julia Carr)
77' 1-1 Sunnvá Fagradal (Sara Benjaminsen)
82' 2-1 Arnfríð Jacobsen (Sara Benjaminsen)
Støðan
Víkingur 35 stig
KÍ 31 stig
NSÍ 27 stig
HB 23 stig
B36 13 stig
TB/FCS/Royn 7 stig
Skála ÍF 5 stig
FC Hoyvík 5 stig
NSÍ og FC Hoyvík hava spælt ein dyst færri
Komandi dystir:
Sunnudagin kl. 12.15: B36 - Skála ÍF
Sunnudagin kl. 14: NSÍ - Víkingur
Sunnudagin kl. 14.45: TB/FCS/Royn - KÍ
Sunnudagin kl. 17.30: FC Hoyvík - HB
Mikudagin 21. august: FC Hoyvík - NSÍ
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2024
Hann fer næstu tvey árini at spæla í næstbestu donsku deildini
FC Roskilde hevur keypt Hørð Heðinsson Askham leysan úr sáttmálanum við Akademisk Boldklub, og hevur skrivað undir sáttmála galdandi til á sumri 2026.
29 ára gamli landsliðsverjuleikarin fer sostatt úr triðbestudeildini upp í næstbestu deildina í Danmark at spæla.
- Avgerðin var einføld. Eg vil spæla á hægri stigi, og ynski at royna meg í NordicBet Liguni, sigur Hørður Askham við heimasíðuna hjá FC Roskilde.
FC Roskilde er uppflytari í næstbestu deildini, og eftir fýra dystir hevur liðið ikki megnað at fingið nakað stig.
Hørður H. Askham hevur áður umboðað KÍ, HB, B36 og hevur síðani á sumri í fjør verið í Gladsaxe hjá Akademisk Boldklub.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2024
FSF hevur avgjørt at leingja sáttmálan við U21-landsliðsvenjaran, Eyðun Klakstein, so hesin eisini er galdandi fyri 2025 og 2026
– Eg eri fegin um, at eg havi fingið álitið at leiða U21 landsliðið í tvey ár afturat. Samstarvið hevur verið gott, og avrik og úrslit hava sum heild verið góð. Nú fara vit at leggja alla orku í teir fýra dystirnar, vit skulu spæla í heyst, so at vit enda hesa undankappingina væl.
Tað sigur Eyðun Klakstein, ið júst hevur longt sáttmálan við Fótbóltssamband Føroya við tveimum árum, ið merkir, at Eyðun eisini stendur á odda fyri U21-landsliðnum í 2025 og í 2026.
(Mynd: Sverri Egholm)
Fýra dystir eru á skránni í heyst. Tann 5. september spæla Føroyar á útivølli móti Kroatia, og fimm dagar seinni, týsdagin 10. september kemur Grikkaland á vitjan við Djúpumýru í Klaksvík.
Síðani verða síðstu dystirnir EM-undankappingini í hesum umfarinum spældir í oktober. Tann 11. oktober spæla Føroyar og Portugal á Djúpumýru, og týsdagin 15. oktober spæla Føroyar og Hvítarussland á Tórsvølli.
Í løtuni eru Føroyar á fjórða plássi í bólkinum við 7 stigum. Portugal er fremst við 15 stigum, og síðani koma Kroatia og Grikkaland við 13 og 11 stigum. Hini bæði londini í bólkinum eru Andorra og Hvítarussland, sum hava 3 stig í part.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2024
Nicholas Stachwell má møguliga halda seg burtur frá hondbólti í 10-12 mánaðir
Málverjin á føroyska hondbóltslandsliðnum, Nicholas Satchwell, stendur fyri at skula halda seg burtur frá hondbólti í upp móti einum ári. Orsøkin er ein álvarsligur skaði á fremra krossbandi, boðaði felag hansara, Lemvig-Thyborøn Håndbold frá í vikuni.
Málmaðurin, sum júst stóð fyri at skula flyta til Danmarkar eftir at hava spælt hondbólt í Noregi í eina tíð, hevur tískil valt at siga upp sáttmálan við Lemvig-Thyborøn Håndbold.
Sjálvur sigur Satchwell við heimasíðuna hjá felagnum:
- Eg harmist um støðuna, og hevði veruliga sæð fram til at gerast partur av felagnum, sum eg havi fingið eitt gott inntrykk av her í byrjanini. LTH hevur ein serligan felagsanda. Familjan hevur eisini glett seg til at flyta til Lemvig. Men við skaðastøðuni í huga, hava vit valt at siga sáttmálan upp og verða búgvandi í Føroyum.
Í LTH harmast tey eisini um støðuna.
- Fyrst av øllum harmast vit vegna Nicholas, men vit skilja væl støðuna, og at familjulívið skal hanga saman. Vit ynskja Nicholas alt tað besta í framtíðini og við endurvenjingini, sigur stjórin í felagnum, Simon Vangsgaard.
Felagið er beinanvegin farin í gongd við arbeiðið at finna ein annan málverja.
Les eisini: Góð avgerð at gerast føroyingur
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2024
Brynja Høj verður spælandi hjálparvenjari
Neistin kunngjørdi mikudagin venjaratoymni hjá besta kvinnuliðnum.
Tað verður landsliðsmálmaðurin, Nicholas Satchwell, sum verður høvuðsvenjari, og afturat sær hevur hann Brynju Høj sum spælandi hjálparvenjara.
Nicholas Satchwell skuldi annars flyta til Danmarkar, og hevði gjørt sáttmála við Lemvig-Thyborøn Håndbold. Men ein álvarsligur skaði á fremra krossbandi ger, at tað verður av ongum.
Umframt Nicholas og Brynju, verður Dejan Lacock málmansvenjari og Eirikur Magnussen liðleiðari.
Afturat at vera høvuðsvenjari hja besta kvinnuliðnum, verður Nicholas Satchwell eisini høvuðsvenjari hjá gentum 18 og 1. deild kvinnum.
Neistin byrjar kappingarárið við grannadysti móti Kyndli 7. september.
Eirikur Magnussen, liðleiðari, Brynja Høj, spælandi hjálparvenjari og Nicholas Satchwell, høvuðsvenjari (Mynd: Neistin)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2024
Sjúrður Thomassen verður hjálparvenjari og Dejan Lacock málmansvenjari
Høvuðsvenjari hjá Neistamonnum hetta komandi verður tann ógvuliga royndi og hondbóltskøni bretin, Scott Harrington. Tað boðar Neistin frá í tíðindaskrivi.
Scott Harrington hevur fyrr arbeitt fyri Neistan við sera góðum úrslitum, og hann hevur eisini verið mennari hjá Hondbóltssambandinum og venjari hjá føroyska kvinnulandsliðinum.
Seinastu árini hevur hann virkað í Noregi, har hann millum annað hevur verið høvuðsvenjari hjá Viking Stavanger, sum hevur havt fleiri føroyskar landsliðsleikarar í hópinum.
Hjálparvenjarin hjá Scott Harrington verður Sjúrður Thomasen, og Dejan Lacock verður málmansvenjari. Liðleiðari verður Barbara Høj, sum hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri Neistan í mong ár.
Fyri at tryggja sær fyrsta floks samanhang í venjingini, verður Scott Harrington eisini venjari hjá monnunum í 1. deild og dreingjum 18 ár, skrivar Neistin í tíðindaskrivi.
Frá vinstru Sjúrður Thomassen, hjálparvenjari, Scott Harrington, høvuðsvenjari, og Barbara Høj, liðleiðari. Harafturat er Denaj Lacock partur av venjaratoyminum, sum málmansvenjari
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2024
Landsliðsleikaran skiftir frá Neistanum til næstbestu deildina í Danmark
Enn ein kvinnuligur føroyskur landsliðsleikari í hondbólti hevur skrivað sáttmála við sterkt danskt felag.
Talan er um 19 ára gomlu neistakvinnuna, Bjørk F. Joensen, sum nú skal spæla við danska felagnum Randers HK, sum spælir í næstbestu deildini.
- Vit eru sera fegin um, at Bjørk velur Randers HK heldur enn eitt felag í bestu deildini, og vit eru eisini sera fegin um og vís í, at tað var tann rætta avgerðin fyri hennara menning, sigur Christian Lynnerup, sum er ‘elitechef’ í felagnum við heimasíðuna randershk.dk.
Høvuðsvenjari hjá Randers HK er Simon Olsen, sum hevur virkað í Føroyum sum venjari hjá H71, og sum eisini er hjálparvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum.
Við heimasíðuna hjá Randers HK sigur hann:
- Við Bjørk fáa vit ein leikara, sum styrkir liðið bæði í álopi og verju. Hóast hennara unga aldur fáa vit ein leikara við altjóða royndum frá bæði ungdóms og A-landsliðnum, og tað vænti eg, at vit fara at fáa gagn av.
Sjálv sigur Bjørk við heimasðiðuna, at hon hevur fingið eitt gott hugmynd av Randers HK.
- Eg eri glað fyri at at sleppa at halda fram á mínari hondbóltsleið í Danmark, og vænti at kunna menna meg víðari í Randers HK, bæði sum leikari og menniskja.
- Randers HK er eitt spennandi felag við góðum venjingarumhvørvi og sterkum samanhaldi í hópinum, sum hevur stóran týdning fyri meg. Eg síggi fram til at geva mítt íkast hetta komandi kappingarárið, og gleði meg til at gerast ein partur av liðinum og felagnum, sigur Bjørk F. Joensen millum annað.
Bjørk Franksdóttir Jensen er, sambært handballstatz.com, skrásett fyri seks dystir og fýra mál á A-landsliðnum.
Bjørk F. Joensen í nýggju leikaratroyggjuni (Mynd: randershk.dk)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2024
Føroyska U18-landsliðið spældi týsdagin undir støði. Slovenia vann dystin 35-25
Hóast slovenar vóru til at tosa við, so spældi føroyska U18-landsliðið undir støði, tá tað týsdagin tapti 35-25 móti Slovenia, eftir 17-13 í hálvleikinum. Teknisku villurnar vóru alt ov nógvar til at dysturin kundi blíva spennandi.
Føroyar fingu eina torføra byrjan upp á dystin og høvdu ringt við at fáa glið á álopsspælið, har slovenar tóku hædd á føroysku bakkarnar, og góvu plássið á miðjuni. Støðan eftir 5 minuttir var 3-0 og Føroyar máttu taka leikbrá. Føroyska verjan stóð tó hampuliga væl saman við Bjarna Jacobsen í málinum og Lýðar í Dímun kom inn, og hann var vandamikil við skotum útifrá miðskeiðis fyri.
Føroyar komu so líðandi inn í dystin og gekk javnt á, hetta til okkara gjørdu alt ov nógvar tekniskar villur, samstundis sum skot vóru brend seinastu 10 minuttirnar fyri hálvleik.
Føroyar fingu eina sera vánaliga byrjan uppá seinna hálvleik. Føroyar fingu tvær útvísingar, brendu kjansir og gjørdu eitt hav av tekniskum villum í álopinum, har slovenar 5 ferðir kundu skjóta bóltin í tómt mál. Slovenar vunnu fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki 9-2. Okkara komu tó nakað við aftur í dystin. Ingi Johannesen kom inn í føroyska málið, og hevði fimm góðar bjargingar á rað, samstundis sum Lýðar í Dímun gjørdi ein vørr í álopinum. Dysturin var tó longu avgjørdur.
Úrslitið gjørdist 35-25 til Slovenia.
Eftir dystin var føroyski málverjin, Ingi Johannesen, kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Ingi spældi bert 15 minuttir, men hevði sjey góðar bjargingar hesa stuttu løtuna.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 9 (7)
Lýðar í Dímun 7
Pauli Rasmussen 2
Jógvan Andreas Lamhauge 2
Helgi Haldórsson 2
Filip Haldansen 1
Erling Erlendsson 1
Haraldur Karlsson 1
Málverjar:
Ingi Johannesen 15 min., 7 bjargingar, 55%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 45 min., 5 bjargingar, 17%
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. august 2024
Føroyar taptu 28-27 í gjár móti Kroatia, eftir at hava verið frammanfyri 15-14 í hálvleikinum – Føroyar skulu spæla um 15. pláss í EM-endaspælinum í dag
Hóast ein góðan dyst móti einum sterkum kroatiskum liði, so høvdu okkara ikki hepni við sær seinastu løtuna, tá dysturin skuldi avgerðast. Føroyar taptu 28-27, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 15-14 í hálvleikinum.
Tað vóru kroatar, sum byrjaðu dystin betri og komu trý mál framum, áðrenn okkara svaraðu aftur. Føroyska liðið tóktist tendrað, og kempaði væl, hóast marginalarnir ikki vóru við fyrstu løtuna.
Í føroyska álopinum var Rúnar Hammer sera vælleikandi við sínum ferðmikla, ágangandi spæli. Hann var flúgvandi og gjørdi heili 9 mál í fyrra hálvleiki. 5-1 verjan við Jákupi Egholm frammi stóð eisini fyri tað mesta væl, hóast kroatar høvdu væl fleiri kilo á kroppinum. Okkara skuldu samstundis kempa harðari fyri málunum og høvdu okkara eisini ávísar trupulleikar.
Yvirtalsspælið hevur ikki verið nóg effektivt í kappingini, og var tað eisini ein trupulleiki í fyrra hálvleiki, tá kroatar fingu tvær útvísingar. Stríðsviljin var tó í hásæti, og vóru okkara hvassari seinastu løtuna fyri hálvleik og vóru frammanfyri 15-14 við steðgin. Ein frálíkur føroyskur hálvleikur.
Kroatar komu longur fram at verja Rúnar Hammer í seinna hálvleiki. Hetta gjørdi, at vit høvdu ringt við at fáa glið og rútmu í álopsspælið og Føroyar máttu taka time-out eftir 12 minuttir og fóru at spæla 7 móti 6. Eisini fingu vit tríggjar útvísingar fyrstu 10 minuttirnar, og gjørdi hetta at kroatar komu framum.
Føroyar spældu 7 móti 6 í løtum og hetta fekk trýst kroatisku verjuna nakað aftur og tá gekk betur at koma til kjansir. Føroyska verjan, sum annars hevði staðið væl, misti so líðandi takið og kroatar kundu fleiri ferðir vassa ígjøgnum á bakkplássunum. Dysturin lá og ridlaði seinastu 10 minuttirnar, men okkara vóru óhepnir seinastu løtuna, og Kroatia vann 28-27.
Eftir dystin var Rúnar Hammer kosin besti leikari hjá Føroyum. Rúnar Hammer var einastandandi í føroyska álopinum, og var hann eisini toppskjútti við heili 12 málum.
Føroyar skulu við hesum spæla um 15. pláss í EM-endaspælinum og verður tann dysturin móti, antin Kekkia ella Eysturríki, í dag, leygardagin kl. 16. Allir dystir kunnu stroymast á live.hsf.fo, hetta um tú ert staddur í Føroyum.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Rúnar Hammer 12
Jákup Egholm 7 (5)
Magnus Árason 4
Jón Midjord 2
Haraldur Karlsson 1
Fríði í Innistovu 1
Málverjar:
Ingi Johannesen 48 min., 6 bjargingar, 22%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 12 min., 11 bjargingar, 22%
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2024
Føroyar taptu hósdagin greitt, 36-27, fyri Portugal
Hóast portugisar ikki vóru ræðandi, so sýntust tankarnir longu vera við avgerandi dystirnar fríggjadagin og leygardagin, tá HM-plássini verða avgjørd. Ávísir leikarar, sum hava spælt nógv í kappingni vóru partvís hvíldir, og okkara menn høvdu ilt við at finna rútmuna.
Føroyar taptu greitt, 36-27, fyri Portugal. Hálvleikstøðan var 22-13.
Føroyar byrjaðu dystin við 7 móti 6 í álopinum og var leikferðin lá. Hetta trýsti, annars offensivu portugisisku, verjuna aftur og gav málmøguleikar. Tíverri vóru eisini nógvar villur í álopinum og flestu portugisisku málini vóru skotin í tómt mál fyrstu løtuna. Dysturin gekk tó javnt á fyrstu 15 minuttirnar, hareftir vóru tað portugisar, sum vunnu seg framum.
Verjan haltaði og fekk ikki fatur á rykkunum á strikuni. Portugisar komu lætt til málini, og vóru frammanfyri heili 22-13 í hálvleikinum.
Seinni hálvleikur var tættari og endaði javnur. Fleiri føroyskar útskiftingar vóru gjørdar í steðginum, og álopsspælið bleiv eisini nakað hvassari. Verjan hevði tó enn trupulleikar og vóru okkara ongantíð nær við at fáa spenning í dystin. Dysturin endaði 36-27 til Portugal.
Eftir dystin var føroyski spælskiparin, Fríði Holm í Innistovu, kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Fríði var hvassast í føroyska álopinum, og hann var eisini toppskjútti við 7 málum.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Fríði Holm í Innistovu 7
Magnus Árason 3
Helgi Haldórsson 3
Lýðar í Dímun 2
Filip Haldansen 2
Erling Erlendsson 2
Haraldur Karlsson 2
William N. Djurhuus 2
Pauli Rasmussen 1
Jógvan Andreas Lamhauge 1
Jákup Egholm 1
Rúnar Hammer 1
Málverjar:
Ingi Johannesen 20 min., 5 bjargingar, 36%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 40 min., 6 bjargingar, 20%
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. august 2024
Hóast ein fínan seinna hálvleik, so vóru føroysku U18-menninir ov stuttir móti Kekkia og taptu 29-28, eftir hálvleiksstøðuna 18-13 til Kekkia
Hóast ein fínan seinna hálvleik, so vóru føroysku U18-menninir mánadagin júst ov stuttir móti Kekkia og taptu 29-28, eftir hálvleiksstøðuna 18-13 til Kekkia.
Í mun til teir tveir undanfarnu dystirnar, fekk føroyska verjan als ikki fatur frá byrjan, og kekkar komu lætt til stórar kjansir. Føroyska álopið koyrdi væl í løtum og okkara komu fyri tað mesta fram til møguleikar. Okkara gjørdu tó heldur nógvar villur ta einu løtuna, og kekkar fingu fleiri løtt mál uppá skjótálop og løgdu seg nøkur mál fram um.
Lýðar í Dímun kom inn í føroyska álopið, og hann stóð seg væl við fimm málum í fyrra hálvleiki. Neyvleikin var tó sum heild størri hjá kekkum, sum fóru til hálvleiks frammanfyri 18-13.
Føroyar spældu 7 móti 6 tað mesta av seinna hálvleiki, og hetta hepnaðist væl. Rúnar Hammer kom veruliga í gongd, og hann var ein støðug, ágangandi hóttan móti kekkisku verjuni og gjørdi fleiri góð mál. Føroyar hálaðu spakuliga inn, og javnaðu í 49. minutti. Okkara komu tó ongantíð framum, og tað var tann seinasti neyvleikin, sum vantaði seinastu 10 minuttirnar.
(Mynd: HSF)
Eftir dystin var Lýðar í Dímun kosin besti leikari hjá Føroyum. Lýðar spældi bert góðar 20 minuttir í fyrra hálvleiki, men var sera vandamikil og gjørdi 5 mál.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Rúnar Hammer 7
Lýðar í Dímun 5
William N. Djurhuus 5
Pauli Rasmussen 3
Jógvan Andreas Lamhauge 2
Jón Midjord 2
Magnus Árason 1
Jákup Egholm 1 (1)
Filip Haldansen 1
Haraldur Karlsson 1
Málverjar:
Ingi Johannesen 37 min., 8 bjargingar, 29%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 23 min., 1 bjarging, 11%
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2024
Føroyar blivu við sigrinum nummar tvey ella trý í bólkinum, og komu við hesum at spæla um plássini 9-16 í EM-kappingini, har HM-pláss eisini eru upp á spæl
Føroysku U18-menninir í hondbólti sýndu veruliga, at teir vildu spæla, har tað er stuttligt í EM-endaspælinum. Føroyar settu seg á dystin móti Italia frá byrjan og vunnu greitt, 34-26, eftir hálvleiksstøðuna 16-10 til Føroyar.
Føroyar fingu eina góða byrjan í verjuni saman við Inga Johannesen í málinum. Føroyar vardu aftur 5-1 við Jákupi Egholm frammi, og hetta órógvaði eisini italienarar. Føroyar vóru frammanfyri 7-2 eftir 10 minuttir, hóast hetta, so var dysturin eisini merktur av tekniskum villum og brendum skotum, hetta frá báðum liðum. Føroysku bakkarnir vóru ágangandi og løgdu eitt gott trýst, sum skapti kjansir. Føroyar hildu leiðsluna og fóru hálvleiks frammanfyri 16-10.
Italia kom langt fram at verja frá byrjan í seinna hálvleiki. Hetta órógvaði føroyska spælið og okkara gjørdu nógvir feilir fyrstu løtuna. Italia minkaði um munin hesa løtuni niður í trý, áðrenn okkara svaraðu aftur um miðjan hálvleik. Tað var m.a. annað við einum sera vælleikandi Paula Rasmussen á høgra bakki hesa løtuna at dysturin var avgjørdur. Sterki bakkurin sýndi sína stóru kropsstyrki, og setti mótstøðumennirnar av ferð eftir ferð. Føroyska liðið økti aftur so líðandi og vann ein fínan 34-26 sigur.
Eftir dystin var Pauli Rasmussen kosin besti leikari hjá Føroyum. Pauli gjørdi 10 mál og traðkaði veruliga til, tá tað stóð á í seinna hálvleiki. Føroyar blíva við sigrinum antin nummar 2 ella 3 í bólkinum, og koma við hesum at spæla um plássini 9-16 í EM-kappingini, har HM-pláss eisini eru upp á spæl.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Pauli Rasmussen 10
Magnus Árason 8
Jákup Egholm 8 (6)
Rúnar Hammer 5
Lýðar í Dímun 1
Fríði í Innistovu 1
Erling Erlendsson 1
Málverjar:
Ingi Johannesen 47 min., 8 bjargingar, 29%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 13 min., 1 bjarging, 14%
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 10. august 2024
Mansfinalan í Lille gjørdist ongantíð spennandi. Danir vunnu 39-26 á Týsklandi, og harvið endaðu Mikkel Hansen og Niklas Landin á tindinum við landsliðnum
Danir vóru stórfavorittar undan mansfinaluni í hondbólti á olympisku leikunum, men at munurin skuldi gerast tvísiffraður, høvdu helst ikki nógv væntað.
Danmark var á odda við níggju málum í steðginum, 21-12, og úrslitið gjørdist 39-26.
Álopsspælið var framúr: Við nógvari ferð, ógvuliga høgari góðsku og heilt fáum mistøkum. Rasmus Lauge, Simon Pytlick, Mathias Gidsel og hinir spældu framúr. Síðstnevndi varð toppskjútti við 11 málum og kom harvið á 62 mál samanlagt í kappingini. Hetta er OL met fyri eina kapping.
Finalusigurin á 13 mál er eisini met.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Hetta er aðru ferð, at donsku menninir hava vunnið OL-gull. Fyrru ferð var í Rio í 2016. Tá spældi Hans Lindberg ikki - tað gjørdi 42-ára gamli vongurin tó eina løtu sunnudagin.
Mikkel Hansen skoraði øll síni brotskøst og fekk seinastu løtuna í álopinum. Niklas Landin hevði nógvar bjargingar í málinum, og málverjin endar saman við Mikkel Hansen á hægsts tindinum við landsliðnum.
(Mynd: EPA)
Síðstnevndi gevst heilt at spæla yrkishondbólt, og er 36-ára gamli maðurin úr Helsinge við gylta arminum ein av teimum heilt stóru í hondbóltasøguni. Tað er Landin eisini, og nú gongur hann fremst, tá gullheiðursmerkini skulu heintast.
Týskland fekk als ikki bjóðað Danmark av - týskarar fáa harvið silvur, meðan Spania endar við bronsuni eftir sigurin á Slovenia sunnumorgunin.
Týskland - Danmark 26-39 (12-21)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 11. august 2024
U20 HM verður í Peru síðst í mánaðinum. Føroysku snarljósini Jónas Gunnleivsson Isaksen og Eiri Jógvansson Glerfoss verða við
Jónas Gunnleivsson Isaksen og Eiri Jógvansson Glerfoss verða millum teir 14 íðkararnar á danska hópinum, sum síðst í mánaðinum luttaka til U20 HM.
Jónas Gunnleivsson vann EM í fjør á 400 metrum, men luttekur hesaferð í 200 metrum umframt stafett 4x100m.
Eiri Jógvansson Glerfoss luttekur í 4x100m.
Eiri Jógvansson Glerfoss á Guernsey 2023 (Mynd: Sverri Egholm)
U20 HM-kappingin verður 27. til 31. august í Lima, Peru.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2024
Enn einaferð hava Knút Lützen og hestur hansara Kári frá Ásbrú vunnið heiðursmerki í altjóða kapping
Tað var stórur spenningur undan finaluni í gæðingakeppni á NM í gonguløgum, ið var hildin í Herning í Danmark farna vikuskiftið. Tað var heldur ikki uttan orsøk, tí fyri fyrstu ferð skuldi eitt ross úr Føroyum verja eitt NM-heiti.
Talan var um Knút Lützen og hestin Kára frá Ásbrú, ið sum kunnugt vunnu NM á Álandi í 2022. Føroyska legan var tó fullgreið um, at hetta at verja NM-heitið, var ein torfør uppgáva, tí kappast skuldi ímóti frægastu rossum og reiðfólkum í norðurlondum.
Tað bar úrslitið í innleiðandi umfarinum eisini boð um. Har gjørdist teir báðir nummar fýra, men munurin var lítil millum tey fremstu rossini. Finalan byrjaði ikki gott hjá teimum báðum. Aftaná fyrstu stakgreinina lógu teir aftarlaga, men við einum sera góðum endaspurti so megnaðu Knút Lützen og Kári frá Ásbrú at vinna seg upp á eitt sera flott silvurheiðurspláss.
So hóast tað ikki eyðnaðist at endurvinna NM-heitið, so er hetta prógv um at NM-heitið á Álandi ikki var av tilvild, og at Knút Lützen og Kári frá Ásbrú, nú av álvara hava vunnið sær sess millum tey allarbestu í norðurlondum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2024
Enn eitt silvur til Føroyar á NM, hesaferð til ungu Rakel B. Tindskarð og hestin Silas vom Forstwald
Til heimsmeistarakappingina í fjør vunnu Rakel B. Tindskarð og Silas vom Forstwald silvur, og nú skuldi tey so til norðurlandameistarakappingina í Herning í Danmark prógva, at hetta var ikki av tilvild.
Tey kappast í greinini T1Young rider. Av tí at so nógv kappast í hesi grein, so verður mett, at hetta er ein tann torførasta greinin at vinna heiðursmerki í.
Tað vísti seg eisini longu í innleiðandi umfarinum, at Rakel og Silas vom Forstwald skuldu fáa harða mótstøðu. Tey megnaðu tó at fáa eitt deilt fjórðapláss, og tryggjaðu sær harvið pláss í sjálvari finaluni.
Ofta verður mett, at tað er minni munur at klára seg væl til NM og HM, hetta kemur av at norðurlond eru so sterk í hesari ítróttagrein.
Í finaluni gekk tó enn betri. Tey bæði, Rakel B. Tindskarð og Silas vom Forstwald vóru nú við heilt frammi í oddinum, og tá avtornaði endaðu tey á einum flottum øðrum plássið og tryggjaðu sær sostatt NM silvurheiðursmerkið.
Hetta má metast at vera sveinaroyndin hjá ungu reiðkvinnuni, ið nú av álvara hevur prógvað, at hon skal teljast við millum fremstu reiðfólkini innan gonguløg.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2024
Nýggju greinarnar eru borðtennis, tennis, bogaskjóting og hondbóltur, meðan flogbóltur, frælsar ítróttir, badminton, inniróður, kurvabóltur og rørslumegi framvegis eru við í Skúlaleikum
Seinastu trý árini hava Skúlaleikir savnað ítróttalærarar og næmingar frá miðdeildum til “felagsskap og rørlsugleði”. Og fjórða árið á rað bjóðar Ítróttasamband Føroya Skúlaleikir til miðdeildir kring alt landið, nú við fleiri ítróttagreinum.
– Vit eru stolt av at kunnu bjóða fýra nýggjar skúla-ítróttagreinar afturat til komandi skúlaár, soleiðis at tað nú eru 10 ítróttagreinar íalt við í Skúlaleikum fyri miðdeildir, skrivar ÌSF í tíðindaskrivi.
Nýggju greinarnar eru borðtennis, tennis, bogaskjóting og hondbóltur, meðan flogbóltur, frælsar ítróttir, badminton, inniróður, kurvabóltur og rørslumegi framvegis eru við í Skúlaleikum.
Tilmeldingarfreistin at melda flokkar til Skúlaleikir er 1. september. Tá ein flokkur verður meldaður til Skúlaleikir, bjóðar ÍSF í samstarvi við sambondini skeið fyri lærarunum og undirvísingartilfar til ítróttatíman. Hartil bjóðar ÍSF eina skúlavitjan til hvønn flokk, og allir flokkar fáa eisini í boði at luttaka á spennandi undanstevnum kring landið.
Skráin fyri skúlaárið 2024/25 er hendan:
Fram til 1. september: Tilmelding
13. september: Skeið fyri ítróttalærarum
September - feburar: Skúlavitjanir á skúlum kring landið
Mars/apríl 2025: Stevnur kring landið
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. august 2024
Hon hevur verið fyrst at stíga inn á fleiri politiskar leikpallir og er sostatt vorðin ein fyrimynd hjá kvinnuligum politikarum og hevur notið stóra virðing frá politikarum sum heild
Lisbeth andaðist mikudagin 7. august 2024.
Lisbeth L. Petersen (f. Samuelsen) var fødd og vaks upp í Tórshavn í eini tíð við stórum politiskum og sosialum rembingum.
Áhugan fyri politikki hevur hon neyvan fingið frá fremmandum. Abbin Andras Samuelsen var fyrsti løgmaður aftan á, at heimastýrislógin kom í gildi. Pápin Georg L. Samuelsen var kendur um alt Føroya land, sum blaðstjóri á Dimmalætting, so helst hevur hon verið von við politiskt kjak frá barni av.
Lisbeth tók realskúlaprógv í 1955 og fór síðan niður á Bagsværd Kostskole og Gymnasium, har hon gjørdist studentur í 1958. Hon hevði ymisk arbeiði í Danmark í nøkur ár, men fór síðan til Føroya, har hon giftist við Jákupi Petersen í 1960. Tey fingu tvey børn, Elsu og Georg. Hon var heimagangandi húsmóðir í fleiri ár, maðurin sigldi úti í danska handilsflotanum. Hetta hevur helst givið henni innlit í ta stóru uppgávu, føroyskar kvinnur, sum eru giftar við útisiglandi monnum, hava heima; tær hava stóra ábyrgd av, at alt skal glíða, men tá í tíðini hava tær ikki havt nakra ávirkan á politiska og almenna lívið.
Lisbeth var sera aktiv í Kvinnufelagnum í Havn og tók aktivan lut í Kvinnutingunum, sum vórðu hildin frá 1979 - 1983, har endamálið var at halda kvinnum til at taka lut í politikki. Hon var eisini næstforkvinna í Kvinnufelagasamskipan Føroya árini 1982-86.
Hon tók fyrstu ferð lut í kommunupolitikki, tá hon varð vald í Tórshavnar býráð í 1984. Hon var fyrsta kvinna í Sambandsflokkinum, sum varð vald í býráðið í Havn. Hon sat í býráðnum til 2000, har hon var fyrsti kvinnuligi borgarstjóri í Havn 1992-96.
Lisbeth L. Petersen varð kosin riddari av Dannebrog í 1995.
Lisbeth varð vald inn á Føroya løgting í 1990 og sat til 2008. Hon var floksforkvinna fyri tingbólkin í Sambandsflokkinum árini 2001-2004.
Í 2001 bleiv Lisbeth L. Petersen vald inn á Fólkating fyri Sambandsflokkin og sat har til 2005.
Á so mangan hátt hevur Lisbeth L. Petersen verið ein slóðari. Hon hevur verið fyrst at stíga inn á fleiri politiskar leikpallir og er sostatt vorðin ein fyrimynd hjá kvinnuligum politikarum og hevur notið stóra virðing frá politikarum sum heild.
Demokratia vil við hesum lýsa frið yvir minnið um Lisbeth L. Petersen.
Les samrøðu, sum Demokratia gjørdi við Lisbeth í 2008:
Ikki fyrr enn vit verða valdar, kenna teir seg hóttar
Myndir frá hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum í 2016 í sambandi við, at 100 ár vóru liðin, síðani kvinnur í Føroyum fingu valrætt síggjast her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. august 2024
Elsa Maria varð fødd í 1964, árið eftir, at foreldur okkara vóru heimkomin til Føroya eftir loknan lestur á læraraseminarinum á Nr. Nisssum í Danmark
Tann 16. august fyllir systir okkara, Elsa Maria Holm Olsen, 60 ár. Elsa Maria er elsta systir okkara og er dóttir Marnu Signy Olsen og Jákup Olsen. Elsa Maria varð fødd í 1964, árið eftir, at foreldur okkara vóru heimkomin til Føroya eftir loknan lestur á læraraseminarinum á Nr. Nisssum í Danmark.
Elsa Maria var einabarn í heili 7 ár, áðrenn Martin Karl bróður varð føddur og lítla systur Annika, sum varð fødd 11 ár eftir. I 1994 varð Elsa Maria gift við Bjørn Krog, og eiga tey dóttrina, Bjørk Mariu, sum er gift við Bjørn Kunoy.
At vera einabarn í 7 ár hevur uttan iva sett síni spor í barnaárunum í Vági. Einabarn við tveimum virkisfýsnum foreldrum, sum høvdu nógv jørn í eldinum, slapp Elsa Maria ikki undan at hjálpa til við tí, sum var at takast við, um tað var at hoyggja ella geva seyðunum, og ikki var tað so løgið, at hon fekk eykanavnið, “drongurin hjá pabba”.
Hesi fyrstu barnaárini í Vági hava eisini merkt Elsa Mariu nógv. Hon var umgyrd av nógvum kærleiksfullum fólkum, Miu ommuni og Karl abbanum á vendiplássinum og Elsu ommuni og Alfred abbanum vesturi í Bø, og harafturat uppald av tveimum virkisfýsnum foreldrum, sum altíð hava verið henni ein trúgvur og hollur stuðul, og sum altíð hava eggjað henni at seta sær greið mál og klára seg sjálva sum kvinna.
Sum lítil smágenta segði hon, at hon vildi vera handilskona, um tað var slíkkariíð hjá “Dadduni” ella niðri hjá “Ellu Dahl”, sum trekti, ella tað var tað áhugaverda at selja, skulu vit lata vera ósagt, men at hon seinni bleiv sølukvinna, man lítil ivi vera um. Við hennara alski fyri góðskuvørum, serliga mati og víni og sans fyri teimum menniskjum, hon skuldi selja hetta til, bleiv tað hennara skjaldrarmerki tey seinni árini. Hetta koma vit inn á seinni.
Tá Elsa Maria var liðug við 10. flokk í Vágs skúla fór hon til Havnar á Studentaskúla. Áðrenn hetta hevði hon møtt manni sínum, Bjørn Krog (Bjydn), sum var komin úr Kalundborg til Vágs sum spælandi venjari at spæla við VB. Skjótt fekk Elsa Maria eyga á hendan vakra danan, og tey gjørdust góð. Trúfastur fylgdi Bjørn við til Havnar, har hann spældi við HB. Bjørn hevur verið systur okkara tann allarbesti stuðulin og hjálpin í øllum lívsins viðurskiftum.
Í 1984 gjørdist Elsa Maria student, og lá ikki sjóvarfallið av sær, men fór beina kós til Odense universitet at lesa, og í 1991 fekk hon prógv sum cand. mag í Norrønum sum høvuðsgrein og mentanarfatan sum hjágrein. Henni so líkt og trúføst móti Føroyum og tí føroyska jørðildi, hon var uppvaksin við, skrivaði hon høvuðsritgerð um skaldið Poul F, sum var fyrsta stóra føroyska ritgerðin um skaldið Poul F. Fyri hesa ritgerð fekk hon besta úrmælið og hægsta karakter.
Samstundis sum høvuðsritgerð varð skrivað fingu Elsa Maria og Bjørn, einkardótturina, Bjørk Mariu, sum nú er gift við Bjørn Kunoy. Hjúnini Bjørk og Bjørn hava ríkað lívið hjá Elsa Mariu og Bjørn við 3 deiligum ommu- og abbabørnum, Norðan, Orku og Tjóð, sum fylla nærum alt í lívinum hjá Elsa Mariu og Bjørn. Eins og Elsa Maria sjálv er uppald og ment av okkara foreldrum, hava Elsa Maria og Bjørn lagt somu virðir niður í Bjørk, sum fyri uttan at vera mamma at 3 deiligum børnum longu hevur lagt nógvar varðar eftir seg, bæði sum juristur, rithøvundur, ákæri og forkvinna í Javnstøðunevndini.
Tað hevur altíð verið hjartarúm, har sum Elsa Maria hevur verið, og familjan hevur alt at siga fyri hana. Hóast Bjørk just varð fødd, og Elsa Maria og Bjørn búðu í lítlari íbúð á Dianavænget eftir lestrartíðina, so var eisini rúm fyri lítlu systur, Anniku, sum varð flutt niður til teirra fyri at svimja við OSLF.
Leingi var Elsa Maria heldur ikki í barsilsfarloyvi, tí boð vóru skjótt eftir henni at koma at undirvísa á Søndersø Gymnasium í donskum, og síðan á handilsskúlanum í Odense, “Tietgenskúlanum”. Her fekk Elsa Maria skjótt leiðsluábyrgd av at menna altjóða deildina á skúlanum og at standa fyri Erasmus skipanini, sum er ein evropæisk skipan fyri skiftisnæmingar.
Men hugurin og alskurin fyri heimlandinum var altíð har, og tá møguleikin fyri at gerast skúlastjóri á handisskúlanum á Kambsdali var har, søkti Elsa Maria starvið og fekk tað. Í árunum meðan Elsa Maria var skúlastjóri á Kambsdali var Bjørn lærari á Studentaskúlanum har, og búðu tey hesi árini í Leirvík. Her hava tey mong góð minnir við teirra vinfólkum, Yngva og Irenu Lava Olsen, sum tey møttu undir lestrarárunum í Odense. Tey eru í dag nærum blivin ein partur av familjuni.
Skúlaverkið og tað at menna føroyska skúlan, bæði tá tað kemur til miðnám, og hægri lestur hevur verið hjartabarnið hjá Elsa Mariu, og kom Elsa Maria eisini at standa fyri diplomútbúgvingunum á Handilsskúlanum í Havn. Aðalmálið hjá Elsa Mariu hevur altíð verið, at føroyska skúlaverkið skuldi lyftast uppá eitt altjóða støði, at vit ikki skuldu standa aftanfyri onnur lond, men at útbúgving er lykilin til at menna føroyska samfelagið.
Elsa Maria hevur hjartað á rætta stað og ans fyri tí einstaka menniskjanum á skúlunum, hon hevur starvast á. Elsa Maria er humanist í orðsins rætta týdningi, og Elsa Maria lat ongan student við studentahúgvu ganga forbí uttan, at hann og hon blivu heilsað persónliga av henni. Teir høvdu gingið á tí skúla, sum hon hevði verið leiðari á, og kendi hon tí hvønn næming, sum hon var so sera góð við. Elsa Maria var tí eisini sera væl dámd ímillum næmingar og starvsfelagar, eisini tey síðstu árni, tá hon starvaðist sum útbúgvingarleiðari á Glasi.
Fyri uttan at menna føroyska skúlaverkið, so er Elsa Maria tann føddi íverksetin, altíð í gongd við nýggj hugskot og gongur nýggjar leiðir. Út yvir alskin til føroyska skúlaverkið hava Elsa Maria og Bjørn havt serliga áhuga fyri mati og víni. Elsa Maria og Bjørn settu sær fyri, langt áðrenn Føroyar vóru blivið eitt ferðamál, og langt áðrenn Koks og menningin av føroysku matmentanini sá dagsins ljós, at Føroyar skuldu setast á altjóða heimskortið. Vit kunnu siga, at tey vóru pionerar handan føroyska matlist, har Føroyar skuldu seljast sum ferðamannaland ígjøgnum fantastisku ráðvørurnar.
Tey fingu samband við fleiri av heimsins kendastu kokkum, m.a. master chef kokkin, Jock Zonfrillo úr Australia, sum tey fingu at koma til Føroyar. Tað var í hesum sambandi, at Discovery kom til Føroyar fyri at gera sending um, hvussu føroyingar liva av og við náttúruni, og hvussu fantastiska góðar rávørur Føroyar hava. Jock fylgdi Elsa Mariu og Bjørn kring landið, og her bleiv føroyska rávøran latin í nýggjan ham. Sendingin varð send kring allan heimin og fleiri mió. hyggjarar sóu sendingina, sum harvið setti Føroyar á heimskortið. Saman við matgerðini hevur áhugin og kennskapurin til gott vín havt teirra áhuga, og hava Elsa Maria og Bjørn ferðast til teir kendastu víngarðarnar í Evropa. Hennara kennskapur til vín hevur tí eisini sett síni spor á Rúsdrekkasølu Landsins, har hon var stjóri í 6 ár.
Tá Elsa Maria sum smágenta vildi vera handilskona, so síggja vit besta dømi um tað í Víngarðinum, sum tey eiga og reka í dag. Víngarðurin er ein lítil og hugnalig matstova í Tróndargøtu, har góð list, gott vín og góður matur renna saman í eina hægri eind. Hóast listin er framúr, vínið sera gott og maturin góður, so er tað tó blíðskapurin hjá Elsa Mariu og Bjørn og teirra ans við einari góðari tænastu til tey vitjandi, sum altíð kenna seg væl í teirra samveru, sum ber staðið av øllum.
Vit vilja við hesum fáu orðum takka systur okkara fyri alt tað, hon er fyri okkum. Altíð hevur hon verið okkum systkjum ein stórur persónligur stuðul og hjálp, um tað er at hjálpa til tey mongu valstríðini ígjøgnum árini, hjálpt til á Mølini í Skálavík ella hjálpt og sparrað við sínari fakligu vitan og royndum, sum ikki kann ikki virðismetast nóg nógv. Somuleiðis takk fyri stríðið og tey tøk tú hevur tikið og teir varðar tú hevur sett, ikki minst føroyska skúlaverkinum at frama, og vit hava uttan iva ikki frætt tað síðsta frá tær.
Hjartaliga til lukku við teimum 60 árunum.
Systkini, Martin Karl og Annika Olsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. august 2024
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald