Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 09. november 2024 | Nr. 45 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Bertholdsen í landsstýrið - Stórá flytir til umhvørvið

SíÐa 2

1 Leygardagur 09. november 2024

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Tunnilsvisjónir

Stórar ætlanir á samferðsluøkinum vórðu sjósettar í vikuni. Løgmaður hevur gjørt semju við allar flokkar á tingi um, at nú verður farið í gongd við risastóru íløguna, sum ger tað møguligt hjá føroyingum búsitandi í Suðuroynni at kunna koyra í egnum bilum til meginøkið og heimaftur tá tey vilja.

Einaferð um eini tíggju ár verður Suðuroyartunnilin veruleiki, ljóðaðu lyftini úr Tinganesi í gjár.

Gleðiboð hjá suðuroyingum, sum annars av álvara eru farin at óttast fyri, at oyggin doyr út um hetta átakið ikki verður sett í verk nú.

Ein neyðug íløga siga politikararnir, tí Føroyar hava tørv á, at tað eisini er vøkstur og menning í sunnastu oynni í Føroyum.

So vit mugu bara vóna, at bjørtu dreymarnir um rímiligan kostna, lagalig lán og lágar rentur fara at halda.

Tað eru tó onkur viðurskifti við ætlanini, serliga linjuføringini, sum tykjast ivasom. Eitt er, at tunnilin ikki kemur upp í Skúvoy, tað er so eitt val, og tað valið er tað sama sum mønustingurin hjá Skúvoyar bygd. Tað er so tað.

Orðingin í semjuskjalinum, at møguleiki skal vera at knýta Skúvoy í Suðuroyartunnilin seinni, er eitt tómt ókeypis lyfti. Øll vita, at tað hendir ikki tá verkætlanin einaferð er farin avstað uttan at Skúvoy er við.

Og so er tað vegaførslan til sjálvan tunnilin. Eitt nú at leiða alla ferðsluna til og úr Suðuroynni gjøgnum Sandsbygd og tvørtur um Sandafløtt og Sandafjørðu, miðdepilin fyri komandi grønmetisframleiðsluni til allar Føroyar, og tætt fram við friðaðu mølheyggjunum, líkist órímiligum óðamannaverki.

Og at leiða alla ferðsluna niðan gjøgnum Sandslíð fyri at leggja munnan nærhendis vøtnunum í Djúpadali, ljóðar beinleiðis tápuligt. Vit kenna argumentið við, at so verður ein ferðslutrupulleiki til og úr eystanbygdunum loystur, men er tað rætt, at tey ferðandi til og úr Suðuroy skulu rinda fyri tað?

Tað eigur at bera til at leggja tunnilsmunnan aðrastaðni.

Sama er galdandi í Suðuroy. Hví skal tunnilin upp í Sandvík? Jú, bara fyri at fáa hann so stuttan sum yvirhøvur gjørligt.

Tað hevði verið skilabetri at fingið tunnilin upp nærri núverandi Hvalbiarbergholi, so sleppast kann undan ovurstórari náttúruoyðilegging í vakra dalinum í Sandvík og ikki minst í sambandi við vegaføringina gjøgnum náttúruvøkru Hvalbiarbygd kloss í Heygsvatn sum er ein av veruligu náttúruperlunum í oynni. Vatnið og økið kringum er longu skemmað av einum ógjøgnumhugsaðum grótbroti – ein høvuðsæðr kloss í vatnið fer at gera oyðileggingina fullkomna..

Hetta tykist ikki gjøgnjumhugsað.

Og so er tað alt tilfarið, grótið, sum skal takast upp úr tunnlinum. Ongin ætlan tykist vera um at brúka tilfarið til nakað skilagott. Tí skal grótið tyrvast í Traðardali og í Sandvík. ‘Lendisbetran’ kalla tey hetta í projektinum. Talan er um eina millión rúmmetrar hvørju megin! Halló! Tað ljóðar meira sum vandalisma – og tað av allar grovasta slag.

 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 2227

    Lisnar síður: 10196

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 09. november 2024

Bertholdsen í landsstýrið - Stórá flytir til umhvørvið

Tað verður Margit Stórá, sum tekur yvir sum landsstýriskvinna við umhvørvismálum eftir Ingilín D. Strøm. Samstundis verður Súsanna Bertholdsen nýggj landsstýriskvinna við heilsumálum

Margit Stórá og Súsanna Bertholdsen (Mynd: Javnaðarflokkurin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Javnaðarflokkurin hevur valt nýggj landsstýrisfólk fyri Ingilín D. Strøm, sum fór frá herfyri.  

- Hóast eg eri harmur um umstøðurnar, so hava vit í Súsonnu og Margit tvær sterkar landsstýriskvinnur, sum brenna fyri teimum málsøkjum, sum tær skulu umsita. Nógv góð samgongumál eru komin langt í fyrireikingini, og tað verður uppgávan hjá okkum í landsstýrinum at fremja hesi í verki, sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins í viðmerking.

Súsannna Bertholdsen er 51 ára gomul og av Tvøroyri. Hon hevur sitið á tingi fyri Javnaðarflokkin seinastu tvey árini, og undan tí sat Súsanna seks ár í býráðnum á Tvøroyri. Súsanna hevur í mong ár undirvíst á Heilsuskúlanum á Skúladeplinum í Suðuroy. 

Margit Stóra varð vald á løgtingsvalinum í 2022, og hevur síðani samgonga varð skipað verið landsstýriskvinna við heilsumálum. Margit hevur drúgvar leiðsluroyndir og kom úr einum starvi sum varastjóri í Sjúkrahúsverkinum. 

Seinnapartin í gjár var móttøka fyri nýggju landsstýriskvinnunum á Løgmansskrivstovuni, tá tær formliga tóku við álitissessunum.

Sí myndirnar frá móttøkuni her

[object Object]
Aksel V. Johannesen, saman við nýggju landsstýriskvinnuni við umhvørvismálum og nýggju landsstýriskvinnuni við heilsumálum. Aftanfyri Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum (Mynd: Jens Kr. Vang)



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2024

3 Leygardagur 09. november 2024

Suðuroyartunnilin er ein neyðug íløga

Allir flokkar á tingi eru samdir um, at neyðugt er at gera tunnilin til veruleika, so Suðuroyggin og suðringar eisini gerast partur av føroyska meginøkinum. Avtalað verð undirskrivað í Tinganesi fyrrapartin

Aksel V. Johannesen kunngjørdi semjuna um Suðuroyartunnil á sínum 52. ára føðingardegi (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Um vit leita aftur til tveir dagar undan jólum í 2022, tá hetta landsstýrið varð kunngjørt í Tinganesi, so er tað helst nógv sum minnast, at nýggi landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Dennis Holm, varð siteraður fyri at siga, at borurin til nýggja Suðuroyartunnilin verður settur í áðren valskeiðið er hálvrunnið.

Hann fekk ikki rætt í at tað var borurin, ið varð settur í, men ein breið politisk semja er nú gjørd, sum setir verkætlanina veruliga á skinnarar. Harvið er komandi Suðuroyartunnilin so nær við at gerast ein veruleiki, sum ongantíð fyrr, hóast tað enn helst fara at ganga minst tíggju ár til koyrandi verður til Suðuroyar.

Á føðingardegi løgmans

Tað heilt løgna við útsøgnini hjá Dennisi Holm á sinni var tó, at hann ikki hevði fingið loyvi til at úttala seg um Suðuroyartunnilin. Tí Suðuroyartunnilin er ikki ein partur av samferðslumálaráðnum, fekk Dennis at vita frá løgmanni, tí Aksel V. Johannesen skuldi sjálvur taka sær av hesum málinum. Tað visti nývaldi landsstýrismaðurin við samferðslumálum bara ikki av, tá hann varð settur.

Og nú, eitt ár og hálvan ellvinta mánaða eftir at landsstýrið tók við, á sjálvum 52. ára føðingardegi hansara, kundi løgmaður í gjár so kunngera breiðu politisku semjuna um Suðuroyartunnilin.

[object Object]

Til hoyringar í dag

Fráboðanin um at ein undirskriving skuldi fara fram í Tinganesi í gjár, kom rættiliga óvæntað fyri almenningin.

Men okkurt bendir á, at væl er arbeitt, tí allir flokkar á tingi standa aftan fyri uppskotið til løgtingslóg, sum í dag er sent út til hoyringar.

Bara okkurt einstakt tingfólk er ikki við upp á ætlanina um at fara í gongd við tunnilin nú, hoyrdist sum gongsprát eftir hátíðarhaldið á loftinum í Sjó- og Vektabúðini.

Fimm suðringar og ein dalbingur

Politiski fylgiflokkurin sat klárur at skriva undir saman við løgmanni og Dennis Holm, landsstýrismanni. Í fylgibólkinum eru fimm suðuroyatingfólk og so ein dalbingur: Annika Olsen fyri Tjóðveldi, Jenis av Rana fyri Miðflokkin, Bjarni Hammer fyri Javnaðarflokkin, Jacob Vestergaard fyri Fólkaflokkin, Erhard Joensen fyri Sambandsflokkin, og so Sólvit Nolsøe fyri Framsókn.

Eftir at semjuskjalið var undirskrivað fingu tey øll orðið, og kundu fegnast um, at tað endiliga er tikin avgerð um at Suðuroyggin og suðringar eisini fáa møguleika at gerast ein partur av føroyska meginøkinum, at ung ikki longur noyðast at flyta av oynni at nema sær útbúgvingar, at komandi foreldur ikki noyðast at flyta fyri at kunna føða nýggjar suðuroyingar og at sleppast kann til og frá flogvøllinum uttan at skula nervast av um komandi er til og úr oynni sama dag.

Umframt allar aðrar fyrimunir, sum koma við føstum sambandi.

Tí útbyggingar í samferðslukervinum er altíð gagnlig, og vónin er, at áhugin fyri at búgva og virka í Suðuroy fer at venda við komandi tunnlinum.

[object Object]

Ein neyðug íløga

Semjuskjalið, sum varð undirskrivað í dag sigur, at tíðin nú er búgvin til at taka eitt týðandi stig at fremja Suðuroyatunnnilin. Flokkarnir á tingi eru samdir um at talan er um eina neyðuga íløgu, so verkætlanin kann setast í gongd.

Tað fevnir um ein undirsjóvartunnil millum Djúpadal, norðan fyri Skarvanes á Sandoynni og Sandvík í Suðuroy. Møguleiki skal vera at knýta ein tunnilsarm í Skúgvoy seinni, verður eisini sagt.

Harafturat fevnir ætlanin um farleiðina frá tunnilsvegnum við Líðarenda til Sandoyartunnilin, farleið frá Líðarenda við Sandslíð til tunnilsmunna í Djúpadali við íbynding til verandi veg til Skarvanesar og verandi veg til Skálavíkar. Tunnil millum Sandvík og Hvalba og tunnilsvegir í Sandvík og Hvalba.

Partafelagið Suðuroyartunnilin, sum hevur staðið fyri forkanningararbeiðinum higartil, kemur at standa fyri samlaðu verkætlanini, sum skal góðkennast av Landsverki áðrenn hon verður boðin út. Landsverk skal eisini hava eftirlit við verkætlanini.

[object Object]

Semja er millum politisku flokkarnar um at játta 100 milliónir árðiga á fíggjarlógini komandi ár og í 2026.

Við hesi semjuni er endaliga støðan til Suðuroyartunnilin tó ikki tikin. Hon verður tikin, tá verkætlanin er fyrireikað, prosjekterað og hevur verið í útboði og prísurin er kendur. Tá, eftir ætlan í 2026, skal endalig politisk støða takast við serstakari løgtingslóg.

Fýra túsund milliónir krónur

Aksel V. Johannesen upplýsti í dag, at roknað verður við, at Suðuroyartunnilin kann gerast fyri 4 milliardir krónur til samans. Sjálvur tunnilin við vegum og trygdartiltøkum verður mettur til 3,5 milliardir, Sandvíkartunnil við vegaføring í Sandvík og Hvalba til 400 milliónir og trygdarrúm til 100 milliónir.

Við í teimum 4 milliardinum eru ikki teir vegir á Sandoynni, sum skulu gerast og dagførast. Tað verður mett at kosta millum 100 og 200 milliónir krónur.

Roknað verður við, at landskassin skjýtur eina milliard í verkætlanina (100 milliónir í 10 ár), og íleggingargrunnurin 350 milliónir krónur sum lán, í tó verður rentu- og avdráttarfrítt tey fyrstu árini.

Restin skal fíggjast við lántøku, sum landskassin tekur og tunnilsfelagið rindar aftur.

Aksel V. Johannesen upplýsti á fundinum í dag, at um kostnaðurin verður 4 milliardir, fer byggingin av hava eina jaliga ávirkan á fíggjarlógina við 40 milliónum árliga. Hetta um roknað verður við eini rentu á 3,5 prosent og inntøkurnar frá ferðsluni gjøgnum tunnilin verður 79 milliónir um árið.

Tá er roknað við, at landskassin sleppur undan eini útreiðslu á 146 milliónir í ári í rakstru/endurnýggjan av Smyrli.

Men um kostnaðurin av tunnlinum fer upp á 5 milliardir, verður ávirkan á fíggjarlógina negativ við 23 milliónum krónum árliga.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2024

4 Leygardagur 09. november 2024

Pensjónsaldurin fer spakuliga upp á 70 ár

Ætlanin hjá landsstýrinum er at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár galdandi frá 2042 varð send til hoyringar í vikuni

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Í galdandi almannapensjónslóg er ásett, at pensjónsaldurin skal fylgja gongdini í livialdrinum hjá føroyingum.

Men tað er eisini ásett, at hækkingar í pensjónsaldrinum skulu leggjast fyri Løgtingið. Tí hevur Almanna- og mentamálaráðið í dag sent uppskot til ummælis, ið ásetir, at pensjónsaldurin árini 2035 til 2042 hækkar stigvíst úr 68 upp í 70 ár. 

Uppskotið hevur til endamáls at betra um haldførið í føroyska búskapinum og er ein liður í at tryggja, at vit eisini í framtíðini kunnu varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag.

Miðað verður eftir at fáa eina breiða politiska semju um pensjónsaldurin. Politiskar samráðingar eru millum politisku flokkarnar, men enn er ikki komið á mál, og samráðingarnar halda fram komandi tíðina.

Sambært uppskotinum verður núverandi pensjónsaldur á 67 ár galdandi fyri fólk, sum eru fødd fram til 1. juli 1957.

Síðan hækkar pensjónaldurin í 10 stigum.

  • Pensjónsaldurin verður 67 ár og 6 mánaðir – fyri fólk fødd frá 1. juli 1957 til 31. desember 1962
  • Pensjónsaldurin verður 68 ár – fyri fólk fødd frá 1. januar 1963 til 31. desember 1966
  • Pensjónsaldurin verður 68 ár og 3 mánaðir – fyri fólk fødd frá 1. januar 1967 til 30. september 1967
  • Pensjónsaldurin verður 68 ár og 6 mánaðir – fyri fólk fødd frá 1. oktober 1967 til 30. juni 1968
  • Pensjónsaldurin verður 68 ár og 9 mánaðir – fyri fólk fødd frá 1. juli 1968 til 31. mars 1969
  • Pensjónsaldurin verður 69 ár – fyri fólk fødd frá 1. apríl 1969 til 31. desember 1969
  • Pensjónsaldurin verður 69 ár og 3 mánaðir – fyri fólk fødd frá 1. januar 1970 til 30. september 1970
  • Pensjónsaldurin verður 69 ár og 6 mánaðir – fyri fólk fødd frá 1. oktober 1970 til 30. juni 1971
  • Pensjónsaldurin verður 69 ár og 9 mánaðir – fyri fólk fødd frá 1. juli 1971 til 31. mars 1972
  • Pensjónsaldurin verður 70 ár – fyri fólk fødd eftir 31. mars 1972.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2024

5

Størv

Løgfrøðingur til Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 01. januar 2025

Mekanikari ella smiðjur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist:

Deildarleiðari til Eldrasambýlið í Kollafirði

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Sølufólk til Byggivinnuna

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Tannrøktari ella klinikkatstøðingur til Boyla

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Ergoterapeutur til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Meira Umsóknarfreist: 23. desember 2024

Tangabilførari til Effo

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024

Lastbilsmekanikara-lærlingur til Stórbilar

Meira Umsóknarfreist: 06. desember 2024

Deildarleiðari til Terapideildina í Heilsu- og umsorganartænastuni

Meira Umsóknarfreist: 16. desember 2024

Reingerðarfólk til Glasir

Meira Umsóknarfreist: 11. desember 2024

Heilsuskúli Føroya søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella samsvarandi

Meira Umsóknarfreist: 30. desember 2024

Deildarleiðari til heimatænastuna í Roðanum

Meira Umsóknarfreist: 15. desember 2024
6
Leygardagur 09. november 2024

Heimsins kendasta kærleikssøga á Føroya størsta pall

Frá 16. november verður stóra miðhøllin á Glasi verður umskipað til nakað, ið minnir um "The Globe" í London, tá næmingar saman við yrkissjónleikarum framføra "Romeo og Julia"

Búi Egason Dam er leikstjóri, og her er hann í gongd við at leikstjórna í sambandi við venjing
SkrivaÐ:

Kartin L. Hansen

Frá 16. november er Glasir karmur um heimsins nokk kendastu kærleikssøgu nakrantíð. Ungdómsleikurin "Romeo og Julia" er vorðið eitt hugtak, sum nærum hvørt mansbarn kennir til. Leikurin er ein av best dámdu og tann mest framførdi leikurin hjá mæta rithøvundanum, William Shakespeare.

Mið- og yrkisnám, musikkskúlin og Norðurlandahúsið hava síðani miðskeiðis í nítiárunum samstarvað um stórfingnar sangleikir, sum túsindavís av fólki hava verið til. Glasir hýsti í 2020 sangleikinum "Cabaret", og nú fer enn eitt spennandi og heilt serligt samstarv av bakkastokki, tí sjónleikurin "Romeo og Julia" er eitt samstarv millum áhugaleiklist og yrkisleiklist í Føroyum.

Spennandi samstarv

Sjónleikabólkarnir TVAZZ og Det Ferösche Compagnie standa saman við Glasi í felag fyri uppsetingini. Romeo og Julia er ungdómsleikur, og Glasir hýsir ein stóran part av
ungdóminum í Føroyum. Næmingar á Glasi spæla høvuðsleiklutirnar, m.a. tey blaðungu Romeo og Julia. Yrkisleikarar hava vaksnu leiklutirnar. Tilgongdin í verkætlanini hevur verið eitt slag av mentorship, meistaralæru, har yrkisleikarar hava lært tey ungu at spæla sjónleik og á henda hátt kveikt áhugan millum ung í Føroyum fyri yrkisleiklist.

Frá 16. november verður Atrium á Glasi umskapað til nakað, ið minnir um "The Globe" í London, sum er víðagitna sjónleikahúsið hjá Shakespeare. The Globe er runt, eins og Atrium á Glasi, og eisini verður sitið á svalum og hugt eftir leikinum. Lagt verður upp til eina heilt unikka sjónleikauppliving.

[object Object]
18 ára gamla Kristina Halgaklett er ein av tveimum, sum sum spæla Julia í leikinum. Myndin er frá venjing

Kend søgugongd

Sum nevnt er "Romeo og Julia" ein av heimsins kendastu kærleikssøgum. Eingin veit við vissu, nær Shakespeare skrivaði Romeo og Julia, men mest sannlíkt var hetta í 1596. William Shakespeare er borin í heim í Stratford-upon-Avon, hildið verður tann 23. apríl 1564, tí hann er doyptur nakrar dagar seinni. Um hetta er soleiðis, so andaðist hann á 52-ára føðingardegi sínum í 1616.

Søgugongdin í leikinum byggir á nógvar keldur, m.a. søgnina um Pýramus og Tispu, sum fyrstu ferð finst at lesa í Metamorphosis hjá rómverska skaldinum Ovid, umleið ár 8 eftir krist, har ættarstríð og ólukkuligur kærleiki elvir til, at tey ungu í hesi søgnini taka seg av døgum. Nógvar søgur og yrkingar hava tikið hesa søgugongd til sín, eisini Shakespeare í Romeo og Julia.

Søgan um Romeo og Julia er í stuttum tann, at í Verona í Italia hava tvær familjur ligið í stríði. Eingin minnist, hvussu leingi, og veruliga um hvat. Vit fylgja Romeo og hansara hjartasorg, sum ikki er nógv annað enn knarr og grenj. Men so trínir Julia á pall - einans trettan ára gomul, og ein tann besti kvinnuligi leikluturin í leiklistasøguni yvirhøvur. Hjá Romeo er kærleikin luft, longsul og romantikkur, men hin unga Julia hevur skilt kærleikan best. Fyri henni er kærleikin fyrst og fremst trúgv og vón og sameining av sálum. Tað holdsliga og tað andaliga eru fullkomuliga samanvovin í huga hennara.

Julia er nakað av tí allarbesta, sum er skrivað um kenslur og dráttir í menniskjanum. Enski sjónleikarin Peggy Ashcroft, ið leikti Julia sum ung, segði eina ferð: "Tað keðiliga við Juliu er, at tá tú hevur aldur at spæla hana, skilir tú hana ikki; og tá tú endiliga skilir hana, ert tú blivin ov gomul til leiklutin."

[object Object]
Atrium á Glasi er gjørt um til sjónleikapall við ljós- og ljóðeffektum. Henda myndin er frá venjingum

Óteljandi uppsetingar

Leikurin hevur verið framførdur óteljandi ferðir kring allan heim. Hann hevur verið gjøgnum nógvar broytingar í teimum meiri enn fýrahundrað árunum, leikurin hevur verið til. Ein varði á leiðini var í New York í 1846, tá sjónleikarinnan Charlotte Cushmann valdi at venda aftur til upprunatekstin hjá Shakespeare, og tók á seg sjálva leiklutin sum Romeo við systur síni Susan sum Juliu. Á døgum Shakespeares sluppu kvinnur ikki á pallin. Tá leiktu menn, aloftast ungir dreingir, kvinnuligu leiklutirnar. Nú var alt vent í holuni. Nú vóru tað kvinnur í báðum høvuðsleiklutunum. Henda uppseting gjørdist ein tann best umtókta hetta tíðarskeiðið og gav upprunaleikinum nýtt lív.

Romeo og Julia hevur eisini givið stórum tónaskøldum íblástur, bæði sum symfoni og opera. Best kenda endurnýggjan av Romeo og Julia er uttan iva sangleikurin "West Side Story" eftir Leonard Bernstein og Stephen Sondheim. Hann hevði frumframførslu á Broadway í 1957, varð filmaður í 1961, framførdur óteljandi ferðir kring allan heim og síðani filmaður aftur í 2021 av kenda leikstjóranum Steven Spielberg.

Sjónleikurin er gjørdur til film fleiri ferðir. Mest kenda filmútgávan er nokk tann hjá Baz Luhrmann frá 1996 við Leonardo di Caprio og Claire Danes í høvuðsleiklutunum. Filmurin vísir okkum, hvussu væl Shakespeare lagar seg til júst ta tíðina og tær umstøður, hann verður framførdur í.

Leikurin hevur verið framførdur í Ísrael við einum palestinskum Romeo og eini ísraelskari Juliu, í Suðurafrika við einum svørtum Romeo eini hvítari Juliu og undir kalda krígnum kom eisini ein uppseting við Romanoff úr Russlandi og Juliet úr USA.

Shakespeare hevur megnað at rakt eitthvørt í huganum á áhoyrarum og áskoðarum
gjøgnum meir enn fýra øldir, og á ein ella annan hátt hevur hann dugað at rakt nakað, ið kom at standa fyri eftirtíðina og til allar tíðir.

Frá 16. november verður møguleiki hjá øllum í Føroyum sjálvi at merkja, hvat tað er, sum Shakespeare rakar.

[object Object]
Zakarias Wang og Hans Tórgarð til bókaframløgu av handritinum "Romeo og Julia" á Glasi 27. november 2023

Leikurin Romeo og Julia á Glasi hevði tó ongantíð verið gjørligur, var tað ikki fyri føroysku týðingina hjá Hans Tórgarð, sum forlagið Stíðin hjá Zakarias Wang gav út í oktober mánaði í fjør - og hvørs fororð henda grein byggir á.

Bókin varð løgd fram á Glasi 27. oktober av rithøvundanum og forlagnum. Nú, eitt ár seinni, verður handritið til leik á Glasi.

Kartin L. Hansen, sum hevur skriva hesa grein,
arbeiðir við samskifti og menning á Glasi

[object Object]
Í heyst hava venjingar verið til Romeo og Julia á Glasi. Samstarvið og samanhaldið millum áhugaleikarar og yrkisleikarar hevur verið fyrimyndarliga gevandi og gott

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 09. november 2024

7 Leygardagur 09. november 2024

Fáa næstan átta prosent í lønarhækking

Partarnir skrivaðu undir semingsuppskot fríggjadagin. Sáttmálin er galdandi í eitt ár

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum (Mynd: Starvsfelagið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið skrivaðu um middagsleitið fríggjadagin undir semingsuppskot.

Talan er um ein eitt árs sáttmála. Semingsuppskotið gevur limunum í Starvsfelagnum eina lønarhækkan upp á 7,65 prosent yvir eitt ár. 1. oktober í 2024 hækkar lønin við 4,75 prosentum, og 1. apríl 2025 hækkar lønin 2,9 prosent, sambært Súna Selfoss, formanni í Starvsfelagnum.

Eisini eru undantøk í sambandi við verkfallsstøðu formaliserað.

Sáttmálin gongur út 1. oktober 2025.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2024

8 Leygardagur 09. november 2024

Donsk keypsamtøka setur pengar í FK

Føroya Keypsamtøka hevur ligið í tungum sjógvi fíggjarliga. Samstarvið við Fredensborg Brugsforening tryggjar, at neyðugur kapitalur fæst til felag, so FK kann lyftast á eitt meira tíðarhóskandi, kappingarført og burðardygt støði

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tvær stórar keypssamtøkur fara nú undir eitt samstarv tvørtur um landamørk

Fredensborg Brugsforening (FOB) leggur eina tveysiffraða milliónaupphædd í Føroya Keypssamtøku (FK), og hesar báðar stóru sjálvstøðugu keypssamtøkurnar fara nú undir eitt strategiskt samstarv.

Saman stovna tær eitt felag, har hvør eigur 50 prosent, men har Fredensborg Keypssamtøka hevur atkvøðumeirilutan.

Avtalan er gjørd, eftir at FK í fleiri ár hevur havt vánlig rakstrarúrslit, og er í tungum sjógvi fíggjarliga. FK rekur seks handlar í Føroyum við einari samlaðum umsetningi á umleið 250 milliónir krónur.

Nýggja samstarvið skal tryggja, at neyðugur kapitalur fæst til vega, umframt at førleikamenning og nýskapan verða framd, so FK kann lyftast á eitt meiri tíðarhóskandi, kappingarført og burðardygt støði.

- Vit eru sera fegin um avtaluna. FOB byggir á somu grundvirðir sum vit, við limaskapi og keypssamtøkuhugsjónini, og mentanarliga hava vit sum keypssamtøkur nógv til felags. Við samstarvinum tryggja vit okkum neyðuga likviditetin og viðkomandi førleikar innan handil, samskifti og leiðslu, sum eru avgerandi fyri at røkka málinum um at venda vánaligu gongdini, og fyrireika FK til framtíðina, so handlar okkara kunnu gerast enn meira attraktivir fyri limir okkara og føroyska brúkaran sum heild, sigur Jákup Mørkøre, formaður fyri Føroya Keypssamtøku.

Bæði Føroya Keypssamtøka og Fredensborg Brugsforening eru sjálvstøðugar keypssamtøkur, har limirnir eiga handlarnar. Báðar keypssamtøkur keypa flestu av sínum vørum frá Coop Danmark, eins og bæði FK og FOB eru limir í danska Coop Amba, sum er høvuðsorganisatiónin fyri donsku keypssamtøkurnar, og sum saman við OK eigur Coop Danmark.

Fredensborg Brugsforening, sum er ein av størstu og best riknu keypssamtøkunum í Danmark, hevur longu partaeigaraskap í fleiri sjálvstøðugum deildum av SuperBrugsen og Brugsen-handlum í Danmark.

- Vit eru ein partur av eini tætt samanknýttari Coop-familju, og vit standa saman sum ein familja og hjálpa hvørjum øðrum, tá ið tað er neyðugt. Tí eru vit í nevndini samd um, at vit fegin vilja fara undir hesa íløgu, bæði tí hjørtu okkara sláa fyri keypssamtøkurørsluna, og tí vit vilja tryggja, at tað eisini verður ein gerandisvøruhandil í Føroyum í framtíðini, sum limirnir eiga. Vit eru eisini sannførd um, at vit kunnu vaksa munandi um søluna og inntøkurnar og og um ikki so langa tíð fáa lønsemi í felagið, samstundis sum vit tryggja framhaldandi menning og um ikki so langa tíð íløgur hjá FOB, sigur Bo Kristensen, leiðari fyri Fredensborg Brugsforening.

Bo Kristensen verður sjálvur nevndarformaðurin í nýggja felagnum, og stjóri verður Kristian Wolsing, sum seinasta árið hevur verið fyribilssettur stjóri í FK.


Fakta:

Lutafelagið Føroya Keypssamtøka (FK) stovnar felagið Spf. FK, sum fer at reka FK-handlarnar í Føroyum. Lutafelagið Føroya Keypssamtøka, sum í løtuni eigur og rekur FK-handlarnar, skjýtur sínar ognir og skyldur inn í nýggja felagið. FOB kemur við eini tveysifraðari milliónaupphædd, lutvíst sum íløga og lutvíst sum lán, og fer at eiga helvtina av felagnum. Endamálið er at fáa raksturin at geva yvirskot aftur, samstundis sum FK skal endurnýggjast og dagførast á fleiri økjum, so tað verður tíðarhóskandi og kappingarført. Nevndin og dagliga leiðslan í nýggja felagnum fara at leggja strategiina. Lutafelagið Føroya Keypssamtøka fer sostatt frá at reka handil til at eiga helvtina av einum felag, sum rekur handil. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2024

9 Leygardagur 09. november 2024

Ukrainskir flóttar verða í Føroyum til mars 2026

230 uppihaldsloyvi vórðu latin fyri kortum. Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur fingið játtan úr Danmark og hevur lagt málið fyri tingið

(Mynd: Løgmálaráðið)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eftir Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022 eru nógvir ukrainskir flóttar komnir til Føroya.

Útlendingastovan upplýsir fyri Kringvarpinum, at tilsamans 230 fyribils uppihaldsloyvi vórðu latin burturriknum ukrainum í Føroyum um hálvan september. Talan er um 132 kvinnur, 31 menn og 67 børn.

Summi hava fingið framlongt sítt uppihaldsloyvi - summi eru farin úr Føroyum aftur. 13 ukrainar hava fingið noktað longt uppihaldsloyvi. Summi hava kært.

Kringvapið skrivar, at  Bjarni Kárason Petersen hevur biðið danska ráðharran við útlendinga- og integratiónsmálum um at leingja tíðarskeiðið við fyribils uppihaldsloyvum við einum. Hetta so tey eru galdandi til í mars 2026.

Hesum hevur Kaare Dybvad gingið á møti. Landsstýrismaðurin við lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen hevur nú lagt uppskotið fyri løgtingið, skrivar Kringvarpið.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2024

10 Leygardagur 09. november 2024

Sirið Stenberg er nú forkvinna í Tjóðveldi

Hetta er greitt, eftir at vágskvinnan fekk 27 av teimum 48 atkvøðunum á eykaflokstinginum

Sirið Stenberg varð stórliga fagnað á Hotel Føroyum. Hon skal nú leiða flokkin víðari (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tjóðveldi hevur fyri fyrstu ferð fingið forkvinnu, og hon eitur Sirið Stenberg. Hetta hendi á eykaflokstingi hjá Tjóðveldi á Hotel Føroyum leygardagin.

56-ára gamla vágskvinnan og landsstýriskvinnan við almanna- og mentamálum fekk 27 av teimum 48 atkvøðunum. Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, fekk 21 atkvøður.

[object Object]
Sirið Stenberg fekk 27 atkvøður

[object Object]
Bjørt Samuelsen fekk 21 atkvøður

Sí allar myndirnar har

Aftan á spennandi atkvøðugreiðsluna greiddi nývalda forkvinnan Portalinum frá, at hetta var ein stórur lætti, men eisini at tað fylgir ein stór ábyrgd við valinum.

56-ára gamli vágbingurin staðfestir, at hon ikki verður í sessinum í 24 ár, eins og Høgni Hoydal.

- Eg verði 80 ár tá, so nei...men vænti tað verður í nøkur ár, segði hon smílandi 

Landsstýriskvinnan við almanna og mentamálum staðfestir, at tjóðveldishugsjónin skal fram í øllum málum, og at limir floksins skulu finna semjur.

- Vit kunnu vera ósamd í ymiskum øðrum, men tað skal standa fast (...) Tjóðveldi skal verða betri at vísa, hvat tað merkir at vera í einum frælsum landi.

Einar frælsar og sjálvstøðugar Føroyar: Tað aðalmálið skal standa sterkt, staðfesti hon undir røðuni og aftaná. Sirið Stenberg kom eisni inn á, hvussu man betri kann røkka teimum ungu veljarunum.

Sí samrøðu við nývaldu forkvinnuna her

[object Object]
(Myndir: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2024

11 Leygardagur 09. november 2024

Høgni ikki tikið støðu um framtíðina

- Eina stóra avgerð í senn staðfesti fráfarandi formaðurin í Tjóðveldi smílandi, tá Portalurin spurdi 58-ára gamla hoyvikingin um, hvørt hann stillar upp aftur til næsta løgtingsval ella ikki. Landsstýirssessurin er upp til floksstjórnina

Tað var ein fegin og heldur lættur Høgni Hoydal, sum møtti til eykafloksting á Hotel Føroyum leygardagin. - Flokkurin hevur ógvulig anógv at bjóða uppá, vísti hann á (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Høgni Hoydal fekk nógv føgur orð á flokstingi Tjóðveldsins, nú hann takkaði fyri seg sum formaður eftir 24 ár.

Tað er tó ikki endaliga greitt, hvørt 58-ára gamli hoyvíkingurin heldur fram í politikki eftir hetta valskeiðið ella ikki.


[object Object]Høgni Hoydal - hálvgum rørdur og fegin...

Portalurin spurdi Høgna Hoydal eftir atkvøðugreiðsluna, men hann kundi bara smílandi staðfesta: 

- Eina stóra avgerð í senn, segði hann smílandi.

Hetta var áðrenn Høgni noyddist inn í salin aftur at taka ímóti gávum og orðum. 

Til ber at síggja alla samrøðuna her: - Flokkurin er nógv meira enn Høgni Hoydal

Í mun til spurningin um landsstýrssessin, segði Høgni Hoydal, at hetta er upp til floksleiðsluna.

Tað er tó mest sannlíkt, at bæði Høgni Hoydal og Sirið Stenberg halda fram í sínum sessum í landsstýrinum. Tey eru ávikavist landsstýrisfólk við uttanríkis- og vinnumálum og almanna- og mentamálum.

Nýggja forkvinnan, Sirið Stenberg, segði við Portalin, at hon ógvuliga fegin vil halda fram í sama landsstýrissessi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2024

12 Leygardagur 09. november 2024

Nýggj bíbliuapp komin

Føroyska Bíbliufelagið gevur út. Tað er fyritøkan iSolveIT ApS, við Andrasi Eliassen, ið hevur ment appina

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Gamla føroyska bíbliuappin er frá 2014. Hon er nú "ótíðarhóskandi", tí tøknin hevur flutt seg so mikið nógv.

Trúboðin skrivar, at hon ikki longur er tøk til Android telefonir, og tað er bara ein spurningur um tíð, til tað sama hendir við IOS.

- Ti valdi stýrið fyri Føroyska Bíbliufelagið at fara undir eina tilgongd at gera eina nýggja og meira tíðarhóskandi app. TÍ nýggju bíbliuappini er: Dahl/Viderø Bíblian (1961), Nýggi Sáttmálin (2017), Evangeliið eftir Matteus (J.H. Schrøter) og frágreiðing um Bíbliufelagið við meira.

Trúboðin skrivar, at við Bíbliuappini kann ein velja mllum bíbliutýðingarnar, lesa og leita eftir orðum ella teksti, avrita vers/tekst, lita vers/tekst og broyta skriftstødd. Hetta er fyrsta útgáva og fleiri hentleikar verða í komandi útgávum.

Tað er fyritøkan iSolveIT ApS, við Andrasi Eliassen, ið hevur ment appina.

- Nýggja Bíbliuappin er til IOS fartelefonir (iPhone og iPad) og Android fartelefonir (Samsung o.fl). Bíbliuappin er ókeypis at taka niður og at brúka.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2024

13 Leygardagur 09. november 2024

Sjálvstýrisfelag stovnað í Havn

Jóhan Marni Stenberg er formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag – Eyðun Mørkøre er valdur í landsnevnd floksins

Frá vinstru Olaf á Stongunum, Eyðun Mørkøre, Jóhann Marni Stenberg og Randi Meitil
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Á stovnandi fundinum hjá Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, mánakvøldið  vórðu Jóhan Marni Stenberg, Randi Meitil og Eyðun Mørkøre vald í nevndina. Varalimur er Olaf á Stongunum.

Fundurin staðfesti nevndina og mælti til, at Eyðun Mørkøre verður valdur sum umboð í landsnevndina vegna Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag. Sjálvstýri er dagført! Eftir drúgt og miðvíst arbeiði er nú komið á mál við at stovna Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, , skrivar Sjálvstýri í tíðindaskrivi.

Nevndin skipaði seg við Jóhan Marna Stenberg, sum formanni, Randi Meitil, sum næstnæstforkvinnu og Eyðun Mørkøre sum skrivara.

Landsnevndin metir hetta vera eitt týdningarmikið stig á leiðini til at endurreisa Sjálvstýri og fáa umboðan aftur á Føroya løgting.

Arbeitt verður nú við at stovna feløg í Norðurstreymi, Vágum og í Sandoy. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2024

14 Leygardagur 09. november 2024

Nýggjur barnatannlækni á Tvøroyri

Anna Mikkjalsdóttir er sett sum leiðandi tannlækni fyri barna- og ungdómstannrøktini í Tvøroyar, Hvalbiar og Fámjins kommunum

Anna Mikkjalsdóttir (Mynd: Tvøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tvøroyrar kommuna hevur sett Annu Mikkjalsdóttir sum leiðandi tannlækna í barna- og ungdómstannrøktini, sum veiti tannrøkt til øll børn og ung í Tvøroyrar-, Hvalbiar- og Fámjins kommunum. 

Tvøroyrar kommuna søkti fyrr í ár eftir tannlækna til barna- og ungdómstannrøktina orsakað av, at Rutt Jensen, iðhevur røkt starvið í meira enn 23 ár, hevur nátt fráfaringaraldur og gavst 1. november.    

Anna Mikkjalsdóttir hevur nomið sær útbúgving sum tannlækni á Aarhus Universiteti, og varð liðug í fjørsummar. Síðani flutti hon heim aftur, og býr nú í Trongisvági, saman við manninum Samudeen. Seinasta árið hevur hon starvast í privatari og kommunalari tannrøkt fyri at fáa autorisatión og royndir, at virka sjálvstøðugt sum tannlækni.    

Barna- og ungdómstannrøktin á Tvøroyri hevur – umframt at veita vanliga tannrøkt – eisini veitt serviðgerðir í ortodonti, tvs. tannregulering og boylaviðgerðir til børn og ung. Hetta hevur borði til, vegna góða samstarvsavtalu millum Merete Mathiesen, sertannlækna í ortodonti og Rutt Jensen. Merete er búsitandi í Danmark, og hevur dúgliga ferðast til Tvøroyrar, har hon, saman við Rutt, hevur veitt børnum og ungum í Fámjins-, Hvalbiar og Tvøroyrar kommunu tannrøkt. Men nú Rutt Jensen gevst, hevur Merete Mathiesen, ið eisini hevur nátt fráfaringar aldur, eisini avgjørt at gevast, skrivar Tvøroyarr kommuna.  

Tvøroyrar kommuna hevur tó gjørt avtalu við Rutt og Merete, um at tær halda áfram við at veita ortodonti viðgerðir fram til 1. apríl 2025.

Í hesum tíðarskeiðinum eftirmetir  umsitingin, saman við Annu Mikkjalsdóttir, hvørjir møguleikar eru fyri at fáa í lag eina avtalu við annan sertannlækna, ið kann veita eina varandi ortodonti tænastu.     

Móttøka var í vikuni í býráðssalinum á Tvøroyri, har Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, Jóanis Lisberg borgarstjóri í Fámjin, og Eir J. Norðberg forkvinna í trivnaðarnevndini í Hvalba, vóru møtt fyri at heilsa uppá Annu Mikkjalsdóttir og starvsfólkini í tannrøktini.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2024

15 Leygardagur 09. november 2024

25 ár á kommunuskrivstovuni

1. november hevði Anna E. Joensen 25 ára starvsdag í Sjóvar kommunu

(Mynd: Sjóvar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fríggjadagin 1. novembur hevði Anna E. Joensen 25 ára starvsdag í Sjóvar kommunu. 

Anna byrjaði í starvinum sum kommunuskrivari novembur 1999, og hevur við nærlagni og sera ábyrgdarfult røkt hetta starvið øll hesi 25 árini. Hon er fyrikomandi og dugnalig í samskifti og avgreiðslu av fyrispurningum frá borgarum og viðskiftafólki, og hennara blídliga lyndi ger, at tað kennist fjálgt og heimligt at koma inn um gáttina á kommunuskrivstovuni, skrivar Sjóvar kommuna.    

Anna er ættað av Eiði, og giftist ung við Ólavi Joensen, frá Gjógv, hagar hon flutti í egin hús at búgva, og fingu tey børnini Jónu og Pætur. Teimum varð ikki langt lív lagað saman, tí sjúka gjørdu um seg, og sat Anna einkja heilt ung, við tveimum smáum børnum.

Nú vóru góð ráð dýr, men hon fall tó ikki í fátt, og ábyrgdarfull sum hon var, megnaði hon at skapa ein innihaldsríkan gerandisdag fyri seg sjálva og børnini.

Anna er útbúgvin í banka, og arbeiddi í fleiri ár í Sjóvinnubankanum, og tað var har, hon møtti Eyðsteini, og fluttu hon og børnini út á Strendur at búgva í 1997. Heimið undir Torvbrekku, og ikki minst urtagarðurin, er karmurin um gerandisdagin hjá teimum báðum, og nú eitt friðskjól hjá børnum og ommu- og abbabørnunum, sum eru fýra í tali. Í frítíðini er Anna svorin StÍF fjeppari, og hevur í nógv ár sitið við dómaraborðið í høllini, tá ið dystir eru.

Mánamorgunin var hugnaløta fyri Onnu á kommunuskrivstovuni, har ið starvsfelagar í umsitingini og teknisku deild takkaðu fyri trúfesti og dugnasemi og hugnaligar løtur á Skúlavegi 10. Í nógv ár vóru bert fýra starvsfólk á skrivstovuni, og hesi hava eisini verið rættiliga leingi í starvi, og onkur uppaftur longri enn Anna, so staðfestast kann, at staðfesta, at trivnaðurin á kommunuskrivstovuni er á heilt góðari leið, skrivar heimasíðan hjá Sjóvar kommunu.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2024

16 Leygardagur 09. november 2024

Ræst millum 10 tær bestu matstovurnar í ríkinum

Matstovan í Gongini varð tilnevnd av White Guide sum einasta av teimum 10, ið enn ikki hevur fingið stjørnu frá Michelin Guide

(Mynd: Ræst)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað er nú staðfest, at Føroyar aftur hava fingið eina dygdarmatstovu, sum telist millum tær bestu í danska ríkinum.

Í heyst lat víðgitna Koks matstovan aftur í Grønlandi eftir trý ár í útlegd í lítlu bygdini Ilimanaq. Og í hesi vikuni endaði eisini ein støkk-up vitjan hjá Koks í Tivoli í Keypmannahavn. Og tað er óvist nær Koks letur uppaftur, um hon yvirhøvur ger tað.

Men tað er ein onnur matstova undir veingjabreiðinum hjá Gist & Vist-samtakinum, sum veruliga hevur fingið tak í smakksleykirnar hjá matkennarunum og -ummælarum, í hvussu so er í Danmark, nevniliga Ræst í Gongini heima í Havn.

Ræst var millum tær tíggju tilnevndu matstovurnar, tá viðurkenda matguidin, White Guide, í gjár skuldi kjósa bestu matstovuna í Danmark. Ræst hevur ikki fingið nakra stjørnu frá Michelin – enn – einans eitt viðmæli, men allar hinar høvdu eina til tríggjar Michelin-stjørnur.

Besta matstova 2024 í Danmark er sambært White Guide Alchemist** . Metingin av Alchemist er, at hon fær 39 út av 40 møguligum stigum fyri matin og 99 av 100 fyri heildarupplivingina.

Ræst liggur á áttanda plássi við 37 stigum fyri matin og 94 fyri heildarupplivingina.

Heimskenda matstovan Noma var ikki upp á tal til hesa útnevningina í ár.

Bestu matstovur í Danmark, sambært White Guide, eru hesar (* vísir hvussu nógvar Michelin-stjørnur matstovurnar hava):

1 Alchemist**, Keypmannahavn, 39/99
2 Geranium***, Keypmannahavn, og Jordnær***, Gentofte, 38/97
4 AOC**, Keypmannahavn, 38/95
5 Kadeau**, Keypmannahavn, 38/94
6 Lyst*, Vejle, 37/97
7 Syttende*, Sønderborg, 37/96
8 Koan**, Keypmannahavn, og Ræst, Tórshavn 37/94
10 Tri*, Agger, 37/93 

[object Object]Sebastian Jimenéz, høvuðskokkur á Ræst (Savnsmynd: Neil Burger)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2024

17 Leygardagur 09. november 2024

Skemtileikur verður frumsýndur í kvøld

Nú verður aftur møguligt at síggja sjónleik í Sjónleikarhúsinum. Havnar Sjónleikarfelag spælir leikin “Ikki eitt orð um pengar”

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Nú verður aftur møguligt at síggja sjónleik í Sjónleikarhúsinum. Hesaferð er talan um skemtileik við heitinum “Ikki eitt orð um pengar”, sum Havnar Sjónleikarfelag setir upp.

Leikurin snýr seg um tvær eldri ógiftar systrar, sum júst hava arvað húsini frá bróðurinum Harry. Tær brúka alla sína tíð at hjálpa í sóknini, og geva burtur tað mesta av tí, tær eiga. Eisini leiga tær fyrrverandi fanganum, Brestir, eitt kamar og royna at hjálpa honum á rættkjøl.

Knappliga koma tær fram á eitt ógvuliga stórt bunti av pengum. Kanska hevði Harry bróður ikki heilt reint mjøl í posanum... Men skal hjálpin steðga her? Hvat kundu tær ikki útint?

Leikurin er ein farsa av tí góða gamla slagnum, har kenslur ofta verða nógv yvirspældar og støður enda yviri í tí ósannlíka ella høpisleysa.

Átta vælupplagdir áhugaleikarar, úr fyrst í 20-árunum og upp í 70-árini, mynda leikhópin og gleða seg nú eftir fyrireiking og venjingar í sjey vikur, at framføra hesa farsu á søguliga pallinum í Sjónleikarhúsinum.

“Ikki eitt orð um pengar” er leikur í tveimum pørtum við støðgi ímillum, og tekur umleið 1 tíma og 45 minuttir. Frumframførslan verður leygardagin 9. novembur, og atgongumerki fáast á atgongumerki.fo ella við dyrnar í Sjónleikarhúsinum ein tíma undan sýning.

Leikarar eru: Oddvá Nattestad, Karin Djurhuus, Heini Eysturoy, Lív Bruun Müller, Jákup Dahl Wardum, Chokri Bourbiaa, Jóhannes Samuelsen og Petra Iversen.

Valgeir Skagfjörð hevur leikstjórnað, Jákup Dahl Wardum framleitt og Hjálmar Dam hevur smíðað pallin.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2024

18
Leygardagur 09. november 2024

Avbjóðingar í Noregi kunnu geva Bakkafrost fyrimun

Bakkafrost kom út við úrslitinum fyri triðja ársfjórðing í vikuni

Regin Jacobsen, stjóri, Rúni M. Hansen, nevndarformaður og Høgni Dahl Jakobsen, fíggjarstjóri (Mynd: Anders Furuset / Intrafish)
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í viðmerkingum til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri, at tey ikki eru nøgd við gongdina í hesum ársfjórðinginum, ið varð nógv ávirkað av lágu laksaprísunum á marknaðinum.

Verkfallið í vár og staðfestingin av ILA í tveimum ringum í Vági høvdu eisini stóra neiliga ávirkan á úrslitið. ILA-støðan viðførdi, at fiskurin mátti takast í ótíð, áðrenn hann var fullvaksin og hetta, saman við útsettari tøku vegna verkfallið, gjørdi tað munandi torførari hjá felagnum at tillaga tøkuna eftir tørvinum á marknaðinum.

- Vit fegnast um, at ILA-sjúkan ikki spreiddi seg og kunnu staðfesta, at mannagongdirnar riggaðu eftir ætlan, segði stjórin.

Felagið sigur eisini, at lívfrøðiliga gongdin í Føroyum hevur verið sera góð í ársfjórðinginum. Góður vøkstur hevur verið, lúsatølini met-lág, fellið var lágt og miðalvektin á tikna fiskinum øktist. 

Hendan góða lívfrøðiliga gongdin kann koma Bakkafrost til góðar, tá hugt verður eftir kappingarneytunum í Norra. Hetta skrivar norski miðilin Intrafish.

Intrafish endurgevur greiningar hjá Fearnley Securites, ið siga, at hóast triði ársfjóringur hjá Bakkafrosti var trupul, so kunnu lívfrøðingarligu avbjóðingarnar í Noregi verða positivar fyri Bakkafrost í komandi ársfjórðingum. 

- Um lívfrøðiligu avbjóðingarnar í Noregi halda áfram, kann hetta verða positivt fyri Bakkafrost komandi tíðina,  verður sagt.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2024

19
Leygardagur 09. november 2024

Hava sett altjóða sølufelag á stovn

Felagið skal standa fyri sølu av fiski og fiskaúrdrátti, marknaðarføring og logistikki. Søkjast skal eftir stjóra

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eigararnir í Pf. Varðanum Pelagic hava í vikuni stovnað eitt nýtt altjóða sølufelag. Høvuðsuppgávan verður at standa fyri sølu av fiski og fiskaúrdrátti, umframt marknaðarføring og logistikki.

Við støði í teimum drúgvu royndunum, sum eigararnir hava, er talan um eitt spennandi nýtt felag við góðum framtíðarútlitum, og einum týðandi leikluti í at nøkta vaksandi altjóða eftirspurningin eftir føroyskum fiskavørum.

Eigararnir síggja stórar møguleikar við einum sølufelag, sum selur eina breiða viftu av fiskavørum, samstundis sum ætlanir eru um útbyggingar – bæði á landi og sjógvi.

Í sambandi við, at sølufelagið er stovnað, verður søkt eftir einum stjóra, sum setur høg mál og ynskir at uppbyggja og menna felagið. Stjórin í nýggja sølufelagnum skal eisini vera við til at tryggja og styrkja støðuna hjá føroyskum fiskavørum á heimsmarknaðinum.

Eigararnir í Varðanum Pelagic eru Pf. Varðin, Pf. Delta Seafood, Pf. Kimbil og Pf. Bacalao.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2024

20
Leygardagur 09. november 2024

Sóu serliga hvalspýggju á Føroyabanka

Siphonophorum er eitt gjøgnumskygt, gelekent djóraplankton. Tær gera langar, flótandi ketur á sjónum, og sjóvarstreymar ávirka, hvussu tær ferðast

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Á  seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka og í ein útsynning úr Føroyum.

Talan var um hvalspýggju úr hópinum siphonophorum, sum er eitt gjøgnumskygt, gelekent djóraplankton.

Hesar hvalspýggjur eru trupular at taka sýni av fyri at staðfesta slagið, tí tær eru so viðbreknar. Men talan er allarhelst um slagið Apolemia uvaria, sum hevur fingið føroyska navnið “Perlubandshvalspýggja”. Siphonophorur gera langar, flótandi ketur á sjónum, og sjóvarstreymar ávirka, hvussu tær ferðast. Tað vóru júst sovorðnar ketur, sum flutu í vatnskorpuni.

Sum samstarvspartnari í granskingarverkætlanini GloBECC hjá Granskingarráðnum, undir leiðslu av Firum, skrásetir Havstovan hesa serligu eygleiðing har. Ein partur av GloBECC verkætlanini er at fylgja við mongdini av hvalspýggju kring Føroyar, fyri at betra um okkara fatan av, hvussu tær ferðast millum økir við havstreymum; tað vil siga um pelagiskar hvalspýggjur verða førdar inn á føroyska landgrunnin ella ferðast longur norður móti Noregi.

Hesar seinastu eygleiðingarnar benda á, at tað er neyðugt at styrkja eftirlitið inni á Landgrunninum. Tó vísa fyribils metingar frá flutningsmodellinum hjá Firum (FarCoast), at hesar hvalspýggjurnar møguliga verða førdar burtur frá føroyska økinum. Higartil finst ongin skráseting av hesi hvalspýggju inni á føroyska landgrunninum.

Apolemia uvaria, perlubandshvalspýggja, finst í høvunum kring allan heimin. Seinastu tvey árini eru fráboðanir komnar um vaksandi mongdir av hesi hvalspýggju í norskum sjóøki. Hetta vaksandi talið hevur skapt avbjóðingar fyri alivinnuna í Noregi. Hví talið er vaksið er óvist; tað kann hava samband við øktar mongdir av øðrum hvalspýggjum, sum eru føði hjá siphonophorum, ella við broytingar í útbreiðslu av vatnmassum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2024

21 Leygardagur 09. november 2024

Søren Huss á Voxbotn

Fólkakæri sangarin pakkar síni mongu hits í kuffertið, hitar røddina upp og gevur okkum eina ríka sangløtu á komandi konsertdegi

Søren Huss á Tórsfest í 2016 (Savnsmynd: Olaf Olssen)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Fyriskipararnir av Voxbotn kunngera í dag, at Søren Huss luttekur á konsertdegnum næsta ár. Dugnaligi og fólkakæri sangarin pakkar síni mongu hits í kuffertið, hitar røddina upp og gevur okkum eina ríka sangløtu á komandi konsertdegi. Stóri listamaðurin við kenslubornu røddini lovar eina ríka løtu við stórum felagssangi. 

Hvør skuldi trú, at eitt danskt lag, sum er sungið á enskum frá 2004, púra úr bláari luft, gjørdist eitt føroyskt ítróttartjóðskaparlag. Og um tú hugsar, at talan man vera um eina orkufulla pumpandi rútmu, sum øsir ein stemning upp í loft...so nei. Heldur er talan um ein kenslubornan sang, sum grætur um at geva seg yvir. 

Vit skrúva tíðina aftur til januar 2024. Hondbóltsfepur er í Føroyum. Ungu garparnir bergtaka okkum við sínum frálíka spælið, og aftaná dystirnir savnast leikarar og risastóra fjøldin í Berlin. Saman knýta tey bond við at syngja Saybia lagið “I Surrender”. 

Søren Huss er ein heilt serstakur sangari og lagsmiðjur. Fáur dugur at rúnabinda sum hann. Løg hansara eru vøkur og fleiri teirra sorgblíð, rødd hansara ljómar vøkur og sárbær, tá hann ber fram sínar kendu sangir.

Søren gjørdist kendur við bólkinum Saybia, sum vit helst eisini minnast fyri risahittið “The Second You Sleep” (um tú ikki minnist sangheitið, so minnist tú fyrstu linjuna í niðurlagnum: I staaaaaaayyyyyyyyyyyy...to watch you fade awaaaaayyyy). Hetta var lagið sum fekk sjálvt teir harðastu mennirnar at leypa upp á ovastu falsettina, og belja kenslur sínar yvir hátalaran. 

Bólkurin gjørdist fólkaogn í Danmark og Føroyum miðskeiðis í 90árunum, og er framvegis nógv umbiðin á festivalum og konserthallum kring ríkið.

Brakið verður 28. juni
Leygarkvøld 28. juni 2025 verður Vágsbotnur einasta staðið at vera. Tá verður OY Voxbotn, og vit kunnu lova eina rimmar tónleikaveitslu við risatónleikanøvnum. Vit hava sett saman størstu skránna í søgu Voxbotns, og fleiri av bestu føroysku og útlendsku bólkunum eru bodnir á pall. 

Søren Huss er ein sannur fongur, og tað verður ein gylt løta, tá vit saman fara at geva okkum yvir til tónleik hansara. 

Og ja, hann hevur lovað, at spæla hin tú veit.

[object Object]
Søren Huss og táverandi bólkur hansara, Saybia, bergtóku á Tórsfest í 2016 (Savnsmynd: Olaf Olsen)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2024

22 Leygardagur 09. november 2024

Frekir danir á Voxbotn

Fyrsta høvuðsnavnið til komandi Voxbotn-konsert er avdúkað: Suspekt

Suspekt á Tórsfest 2019 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Beint sum OY Voxbotn 2024 varð av, settu fyrireikararnir spurningin: “Hvønn vilt tú hoyra á OY Voxbotn 2025?” Eitt ynski, ið gekk aftur og aftur, var bólkurin Suspekt. 

- Tí gjørdu vit skjóttav, og bjóðaðu teimum at luttaka á OY Voxbotn 2025, og teir játtaðu beinavegin. Gleð teg til eina rimmar veitslu!

Soleiðis skriva fyrireikararnir av OY Voxbotn í tíðindaskrivi í dag

Suspekt eru kendir sum ‘bad boys’ í donsku tónleikavinnuni, tí sangirnir snúgva seg um sex, drugs og rock’n’roll-lívið í Keypmannahavn. 

Einaferð vóru tey í Harkaliðnum hildin at vera frek og ónærislig, men teirra sangir eru sum sálmar afturímóti teimum hjá Supsekt. Tey tilkomnu hava hug at rodna eitt sindur tá sangir sum ‘Gonzo’ verða spældir, men lurtar tú eftir fjøldini, hoyrir tú, at tey duga hvørt eitt orð. Tí Suspekt hoyrir til eitthvørt ball, og OY Voxbotn er eisini eitt risa ball. 

Men fyrst og fremst er talan um feitan og stuttliga tónleik. Bólkurin hevur røtur aftur til síðst í 90’unum. Tá vóru teir bara unglingar í Albertslund í forstaðunum vestan fyri Keypmannahavn. Fyrst í nullunum sló bólkurin seg veruliga fastan á danska tónleikapallinum. Hetta var tá teir í 2003 góvu út útgávuna "Ingen slukker the stars". Eitt lag á útgávuni eitur “Kinky Fætter”, og hetta lag verður av fjølmiðlum lýst sum lagið, sum tók tað óspilta og óseka úr donskum hip hop tónleiki.

Suspekt broytti sostatt danskan tónleik við at tora at vera grovir og fúlir – og fjøldin elskaði tað. Nú er Suspekt fastur gestir á teimum stóru pallinum í ríkinum, og teir hava samstarva við mongum stórum listafólkum so sum Kendrick Lamar, Lucas Graham, Tessa og øðrum.

Suspekt hava fyrr vitjað í Føroyum, eitt nú á G! festivalinum 2017 og á Tórsfest 2019.

28. juli fara teir á pallin í Voxbotni. Atgongumerkjasølan er byrjað á ebillett.fo 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2024

23 Leygardagur 09. november 2024

Nýtt tónaverk í Løkshøll í kvøld

“Dropi ert  tú – ein sangur um lívið” eitt slag av tónlistarligari ringrás, har vatnsins ringrás verður lýst í tónlistarligum myndum

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í kvøld, leygarkvøldið 9. november kl. 19.30 verður spennandi frumframførðsla av nýskrivaða verkinum “Dropi ert tú – ein sangur um lívið” í Løkshøll. Tað eru teir báðir, Pauli í Sandagerði og Sigmund Poulsen, sum hava samstarvað um nýggja verkið.

Pauli hevur skrivað tónleikin fyri kvinnukór, strúkikvartett, klaver og bass, og Sigmund hevur skrivað orðini.

Pauli og Sigmund hava í fleiri førum samstarvað um tónlistaverk, og fyri fýrati árum síðani varð verkið “Jesus og Makedonarin” framført í Norðurlandahúsinum og útgivið á LP og framført í Danmark í 2003.  Í 2011 varð verkið “Inifinitesimal Googol” framført, tá ið skúlin á Argjahamri varð tikin alment í nýtslu.

Í fleiri ár hava teir havt eitt ynski um at skriva fleiri verk saman og loksins sær enn verk dagsins ljós.

“Dropi ert tú – ein sangur til lívið” verður frumframført í Løkshøll 9. november kl. 19.30. Tey, ið framføra eru kvinnukórið Cantabile, Jóhannes Andreasen, klaver, Agnar Lamhauge, bass og ein strúkikvartett við Jón Festirstein, Atla Ellendersen, Angeliku Hansen og Tóra Restorff Jacobsen.

Soleiðis lýsir Pauli verkið:

“Verkið er eitt slag av tónlistarligari ringrás, har vatnsins ringrás – frá kelduni umvegis løkir, vøtn, áir, foss, hav og himmal og aftur í kelduna – verður lýst í tónlistarligum myndum.

Vit báðir, Sigmund Poulsen, hava í fleiri ár arbeitt við rúgvumikla verkinum (uml. 180 síður), og nógvar hava síðugøturnar verið.

Hugskotið um verkið spretti úr tankanum um at skriva eitt ”requiem”, og hesin tankin helt leingi á, men nógv eru ”requiemmini”, og vit funnu ongantíð røttu føroysku veltuna at seta niður okkara listarligu gróðurkorn.

Lívið er ein ringrás, og vatnið er í ringrás. Lívið kom við vatninum, og lívið er í vatninum eins og vatnið er í lívinum. Her kundu við skapa eina mynd av lívsins ringrás, sum vit kenna so væl frá okkara egnu náttúru. Hugsanin er at skapa eina listarliga uppliving á sera høgum listarligum støði, har tónleikur, orð, ljós og stemningar renna saman í eina heild, so áskoðarin gerst partur av sjálvum verkinum.”

Atgongumerki á loksholl.fo 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2024

24 Leygardagur 09. november 2024

Vinnan við politikararnar: - Latið okkum sleppa í gongd

- Vinnan er klár til at taka stór og týðandi tøk á grønu leiðini, men hon sleppur ikki, tí politikararnir vilja ikki lova henni at koma í gongd

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost: - Vit hava tosað í 15 ár, og her hendir einki. Vit royna nú at seta onkur átøk í verk. Men vit fáa ikki loyvi til nakað sum helst. Tí alt skal stýrast. Tað gongur tí skeiva vegin við okkara útláti, sum bara veksur. Og tað fer at halda fram, um politikararnir ikki lata okkum sleppa í gongd
SkrivaÐ:

Jan Müller

So avgjørdur var ein av framløgumonnunum á stóru orkuráðstevnuni í Vágum nú um dagarnar, stjórin í eini av Føroya størstu vinnufyritøkum Bakkafrost, Regin Jacobsen.

Hetta mundi helst eisini vera ein av teimum týðandi boðskapunum á ráðstevnuni. Fleiri av luttakarunum bæði umboðandi vinnuna og myndugleikarnar funnust nevniliga at politikarunum og politisku skipanini, sum teir søgdu í veruleikanum eru við til at  forða fyri tí grøna orkuskiftinum – eitt paradoks, andsøgn -  nú tað eru somu fólk, sum siga seg vilja raðfesta grøna orkuskiftið, ið eisini mótarbeiða tí.

Ónøgdin botnar í royndunum hjá Effo og Bakkafrost at byggja eina risastóra vindmylnulund, Eysturlund, í Eysturoynni. Hon skal vera við til at minka munandi um oljunýtsluna og harvið útlátið, tá streymur frá vindmyllum fer at avloysa olju.

Regin Jacobsen vísti fyrst í síni framløgu á, at nógv av orkuframleiðsluni í Føroyum í dag fer til nýtslu á sjónum og á landi. Talan er um nógvar aktørar. Oljan kemur úr útheiminum, og Effo og Magn eru aktørar á økinum og veita oljuna. SEV brúkar part av oljuni til el og stendur eisini fyri elframleiðsluni úr vatni, sum tó er ein lítil orkukelda svarandi til góð 2 prosent.

[object Object]

Tá tað kemur til at framleiða el úr vindi eru tríggir aktørar, SEV, Magn og Effo. Bakkafrost stendur síðani fyri framleiðslu av biogassi við sínum felag Førka. Síðani eru tað IRF og KBS, sum fáa orku burtur úr burturkasti. Haraftrat  koma m.a. hitapumpueigarar. Regin Jacobsen vísti eftir tað til orkunýtsluna hjá Bakkafrost, sum hevur stóra orkunýtslu bæði til skip og flutning og til ídnað á landi, og her stavar   orkan í stóran mun frá olju.

[object Object]

Hopleyst afturút

- Vit eru helst størsti brúkari av streymi í Føroyum, og størsti parturin stavar frá olju. Vit eru ein aktørur bæði á nýtslusíðuni og eitt sindur á framleiðslusíðuni. Tað er ein sannroynd, at umleið 90% av orkuveitingini í Føroyum í dag stavar frá olju. Men alt orðaskiftið á hesi ráðstevnuni hevur snúð seg um tey 10 prosentini, sum eru so ómetaliga avbjóðandi og hava verið tað seinastu 10 árini.

- Hini 90 prosentini tosa vit als ikki um, og tey eru bara olja. Hóast tað er ein øgilig rúgva av átøkum, og hóast sera nógv verður gjørt, og tað verður tosað um, hvussu strævið og umfatandi tað er, so gongur skiftið alt ov seint, tí vit gera alt ov lítið. Vit eru púrasta hopleyst afturút. Og eg haldi als ikki, at vit hava uppdagað hetta segði Regin Jacobsen og helt fram:

- Oljunýtlsan bara økist, og tað kemur at halda fram. Avbjóðingin í heiminum er tann, at fólkatalið bara veksur, og tað verður størri og størri tørvur á matvørum og meiri orku, og tí er hetta ein øgiliga stór avbjóðing, sum øll mugu loysa í felag.

Les meira frá framløguni hjá Regini Jacobsen á orkan.fo


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2024

25 Leygardagur 09. november 2024

Donald Trump verður forseti aftur

Tað er við 100 prosent vissu váttað, at republikanska forsetavalevni fær yvir 270 valmenn, ið er markið. Trump fær helst eisini yvir 300 og vinnur harvið stórt á Kamalu Harris

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Út móti morgni mikumorgunin var bara bíðað eftir endaligu staðfestingini úr USA. Tí tað var onki at ivast í, hvør sigursharrin var. Tá hevði Trump longu fingið 277 valfólk, sjey fleiri enn hvat krevst fyri at verða valdur til forseta.

Tá samanum kom, gjørdist valsigurin enn størri.

Í mun til valfólk og statir, gjørdist sigurin hjá Trump eisini stórur: Mikumorgunin hevði nýggi forsetin vunnið tríggjar av teimum seks "sveiggj-statunum", sum Joe Biden í 2020 vann (Georgia, Pennsylvania og Wisconsin), og Trump lá eisini til at vinna í Nevada, Michigan og Arizona.

Slíkt er avgerandi fyri, hvønn veg tað fer til amerikansk forsetaval, og er tað stórt fyri republikanarar at taka allar hesar statirnar.

Republikanski flokkurin fekk eisini meiriluta í Senatinum, sum demokratarnir annars hava havt síðani 2020, og halda "tey reyðu" leiðsluna í hinum kamarinum í Kongressini - umboðsmannatinginum - er sigurin fullkomin.

---

Fríggjadagin var greitt, at Donald Trump hevur vunnið 295 valfólk ímóti 226 til kamala Harris.

Í atkvøðum gjørdist tað eisini ein tryggur sigur til republikanska forsetavalevnið: 50,73 móti 47,74 prosentum.

Kamala Harris vann í statunum Hawaii, Washington, Oregon, Kalifornia, Colorado, New Mexico, Minnesota, Illinois, Virginia, Maryland, Delaware, New Jersey, New York, Connecticut, Rhode Island, Massachusetts, Vermont, New Hampshire og Maine umframt District of Columbia (høvuðsstaðurin Washington D.C.).

Donald Trump vann í øllum hinum. Í Arizona og Nevada var ikki liðugt upptalt í gjár, men eisini har hevði Trump eina greiða leiðslu.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2024

26 Leygardagur 09. november 2024

Konservativi flokkurin fingið nýtt forfólk

44 ára gamla Kemi Badenoch er nýggj forkvinna hjá Konservativa flokkinum í Stórabretlandi

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Leygardagin fekk Konservativi flokkurin í Stórabretlandi nýtt forfólk.

Nýggja forkvinnan í flokkinum er 44 ára gamla Kemi Badenoch. Hon hevur verið limur í bretska tjóðartinginum síðan 2017, og hevur hon eisini verið ministari í handilsmálum.

Kemi Badenoch hevur ættarbond til Nigeria, og er fødd í Wimbledon í London. Hon er uppvaksin bæði í Nigeria og USA, og sum 16 ára gomul flutti hon aftur til Bretlands.

Eftir at fyrrverandi forsætisráðharrin og konservativi formaðurin, Rishi Sunak, boðaði frá, at hann legði frá sær, eftir at hava tapt tjóðartingsvalið í juli, bjóðaðu seks valevni seg fram at yvirtaka leiðsluna.

At enda vóru bert Kemi Badenoch og Robert Jenrick, fyrrverandi ráðharri við integratiónsmálum, eftir.

Beint undir 73 prosent av limunum í Konservativa flokkinum høvdu atkvøtt á formansvalinum. Badenoch fekk 53.806 atvkøður, meðan Jenrick fekk 41.388 atkvøður, skrivar Ritzau.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2024

27 Leygardagur 09. november 2024

Hallur og Páll eru við aftur

Og Ási Dam og Poul Kallsberg eru púra nýggir A-landsliðsspælarar. Eyðun Klakstein kunngjørdi í vikuni sín fyrsta A-landsliðshóp. Jóan Símun Edmundsson er ikki millum teir útvaldu

Hallur Hansson hevur ikki spælt ein landsdyst í yvir tvey ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava tikið hesar 23 spælararnir út til uppgávurnar í Armenia, 14. november, og Norðurmakedónia 17. november.

Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia

Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Jann Julin Benjaminsen, B36
Viljormur Davidsen, HB
Ási Dam, HB Tórshavn **
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur

Miðvallarar:
Hallur Hansson, KÍ *
René Shaki Joensen, KÍ
Noah Mneney, HB (leigaður úr FK Bryne) *
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (Noreg)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad (Noreg)
Poul Kallsberg, Víkingur **

Framherjar:
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Petur Knudsen, NSÍ
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ *

Í mun til seinast eru Samuel Johansen Chukwudi/Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham (skaddur), Daniel Johansen, Hannes Agnarsson, Klæmint Andrasson Olsen og Jóan Símun Edmundsson ikki við.

Nýggir í mun til seinast eru Hallur Hansson, Noah Mneney og Páll Klettskarð, umframt Ási Dam og Poul Kallsberg, sum eru við fyri fyrstu ferð.

[object Object]
Poul Kallsberg og Ási Dam til úttøkuna fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2024

28 Leygardagur 09. november 2024

Upplagt at fara eftir trimum sum ikki hava verið við

Deiligt at fáa Páll og Hall við - Árni var ikki tøkur, staðfestir Eyðun Klakstein. - Sum føroyingar noyðast vit at hava eina grundleggjandi trúgv uppá, at tað ber til

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Eyðun Klakstein kunngjørdi mánadagin hópin til seinastu dystirnar í hesari Nations League-kappingini. Teir verða spældir í Armenia 14. november og Norðurmakedonia 17. november.

Fyribils høvuðsvenjarin setti orð á føroyska útgangsstøði og úttøkuna.

Um hugburðin:

- Vit kunnu ikki hugsa um, at vit eru so fá. Vit hava skapt so nógv: Innan vinnulív, innan mentan, innan list… og innan ítrótt. Sum føroyingar noyðast vit at hava eina grundleggjandi trúgv uppá, at tað ber til.

Um at Hallur Hansson og Páll Klettskarð eru við aftur:

- Tað vóru tríggir royndir spælarar, sum ikki hava verið við, ið vit fóru eftir. Tað er deiligt, at Hallur og Páll eru við aftur landsliðliðnum. Árni Frederiksberg fekk fyrispurningin, men var ikki tøkur.

Um teir, sum hava verið á U21-landsliðnum:

- Har eru nógvir, sum hava staðið seg væl, og fleiri frá átgangunum fara at gera vart við seg á A-landsliðnum næstu árini, vænti eg. Júst hesaferð var tað nokso upplagt, at tað vóruð hesir tríggir. Fyri meg átti Noah Mneney at verið á A-landsliðnum hvørjaferð. Ási Dam og Poul Kallsberg hava leingi staðið seg heilt væl í landskappingini og eisini í U21-undankappinigini.

Um Jóan Símun Edmundsson og teir “vrakaðu”:

- Vil ikki tosa so nógv, um teir sum ikki eru við. Har eru nakrir royndir og dugnaligir spælarar, men nú hava eg og Atli tikið avgerðirnar; partvíst eftir hópsamanseting og partvíst eftir “dagsformi”. Haldi hetta er ein spennandi hópur.

Um kravið um úrslit:

- Eru aftast í bólkinum og skulu fara eftir neyðugi stigunum, so vit lyfta okkum og ikki enda niðast í bólkinum: Um tað verða 1,2,3 ella fleiri stig (Føroyar eru eitt stig aftanfyri Lettland og tvey aftanfyri Armenia undan tveimum teimum seinastu umførunum).

Føroyska liðið hevur vant fýra ferð hesa vikuna, áðrenn farið verður til Armenia mánadagin.

Sí samrøðu við Eyðun Klakkstein her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2024

29 Leygardagur 09. november 2024

Páll Klettskarð: - Var beinanvegin til reiðar at fara við

- Havi stóra virðing fyri Eyðuni og Atla og var púra avgjørdur, tá teir settu seg í samband við meg. Toppskjúttin í Betrideildini er aftur á landsliðnum, sum hevur týðandi dystir í næstu viku

- Hetta "málið" við landsliðnum og mær hevur ofta fylt heldur nógv, og tað er bara stuttligt at vera við nú. Haldi hetta er eitt positivt trýst, sigur 34-ára gamli Páll Andrasson Klettskarð um uppgávurnar (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað er stuttligt. Gott at vera á heimavølli og á landsliðnum.

Soleiðis segði Páll Andrasson Klettskarð við einum stórum smíli, tá Portalurin tosaði við klaksvíkingin eftir landsliðvenjingina við Djúpumýru í vikuni.

Hansara navn og landsliðið hava verið nógv knýtt saman seinastu árini. Ikki tí at Páll hevur verið fastur á listanum, tá úttøkur hava verið – tvørturímóti hevði KÍ'arin bert verið einaferð úttikin síðani 2017, áðrenn navn hansara var á listanum mánadagin. Seinast var í mars 2023, og tá fekk áleyparin bert umleið 10 minuttir, har Føroyar í stóran mun vóru í verjustøðu í Moldova.

[object Object]
Páll Andrasson Klettskarð kom aftur á landsliðið tíðliga í fjør, men tað var bert til einu samlingina (Mynd: Sverri Egholm)

Vit spurdu Páll Klettskarð, um tað kendist sum ein lætti at vera aftur á landsliðnum eftir nógv prát um "Páll og landsliðið":

- Eg veit ikki, um tað er ein lætti, men tað er í øllum førum ein spennandi avbjóðing. Hetta "málið" við landsliðnum og mær hevur ofta fylt heldur nógv, og tað er bara stuttligt at vera við nú.

Páll Klettskarð hevur eina rúgvu av málum seinastu árini – støðugur málskjútti í Betrideildini umframt níggju evropeisk mál síðani 2020 - og hevur hann eisini á annan hátt gjørt mun fyri KÍ. Nakað eftir at áleyparin óvæntað varð vrakaður aftur á sumri í fjør, tók hann avgerðina um, at hann ikki var tøkur fyri Håkan Ericson longur.

Eftir dystin móti Lettlandi seinast varð Håkan Ericson við toymi uppsagdur, og U21-landsliðsvenjararnir Eyðun Klakstein og Atli Gregersen tóku við sum fyribils venjarar til dystirnar í Armenia og Norðurmakedónia í næstu viku. So var spurningurin, um greiði toppskjúttin í Betrideildini mundi fara at verða á lista teirra.

Páll staðfestir fyri Portalinum, at hann ikki ivaðist, tá fyrrverandi venjari sín í KÍ og fyrrverandi liðfelagin í Vìkingi – og á landsliðnum – sendu boð eftir honum:

- Teir setti seg í samband við meg, og eg var púra avgjørdur. Tað eru tveir menn, sum eg havi stóra virðing fyri, so tá eg fekk uppringingina og fyripurningin um at hjálpa til, so var eg beinanvegin til reiðar.

- Men kennir tú nakað av trýsti, nú tú aftur ert við og skal prógva teg á stóra pallinum – her eru ikki nógvir aðrir áleyparar við, og vit skulu jú hava stig burturúr?

- Sum tú sigur, so er tað eitt slag av trýsti, men tað er eitt positivt trýst, haldi eg. Eg vóni, og gleði meg til, at fáa ein leiklut hesar dystirnar. At skula niður at fáa stig merkir, at útgangsstøði er, at helst halda málið reint og so gjarna fáa mál.

Til seinast spurdu vit 34-ára gamla áleyparan, um hesir landsdystirnir verða tað fyri hann, ella um meira er í væntu.

- Sum tað er beint nú, so spæli eg fótbólt og trívist øgiliga við tí. Nú taka vit hesar báðar landsdystirnar fyrst – teir gleði eg meg sum sagt ótrúliga nógv til – og so fáa vit at sígga.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2024

30 Leygardagur 09. november 2024

Sølvi: Møguliga mínir seinastu landsdystir

38-ára gamli leirvíkingurin hevur spælt 77 A-landsdystir. - Atli hevur rópt eftir mær í eini 20 ár, so hetta verður einki øðrvísi

Liðfelagarnir í Víkingi, Poul Kallsberg og Sølvi Vatnhamar, í FSF-húsinum mánadagin. Næstu tveir dystirnar eru teir eisini liðfelagar á landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Teir spildurnýggju A-landsliðsspælararnir, Ási Dam og Poul Kallsberg, vóru til tíðindafundin á Tórsvølli mánadagin.

Triði spælarin var Sølvi Vatnhamar. 38-ára gamli víkingurin hevur verið á A-landsliðnum seinastu ellivu árini. 77 A-landsdystur á hansara CV - tað verða helst ikki yvir 80 í tali.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Tað er góður møguleiki fyri, at hetta verður mínir seinastu landsdystir. Eg verði ikki yngri, sigur Sølvi smílandi við Portalin.

Hann vil ikki staðfesta nakað endaligt, og avgerðin er ikki tikin 100 prosent.

Sølvi Vatnhamar hevur leingi spælt saman við Atla Gregersen - í Víkingi og á landsliðnum. Nú verður síðstnevndi hjálparvenjari hjá fýra-ára yngra leirvíkinginum:

- Atli hevur rópt eftir mær í eini tjúgu ár, so hetta verður helst ikki so nógv øðrvísi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2024

31 Leygardagur 09. november 2024

Noah: - Skuldi finna fótbóltsgleðina og meg sjálvan aftur í HB

21-ára gamla miðvallarin fekk ein perfektan enda uppá sítt leiguuppihald. Noah Mneney skal aftur til Noregs í 2025 - fyrst er tað tó A-landsliðið

- Um eg skal verða meira fastur á A-landsliðnum, so má eg fyrst og fremst fáa nógva spælitíð í mínum felagi, staðfestir Noah Mneney fyri Portalinum. Tíðliga í ár spældi hann heilt lítið í Bryne. Tíðin í HB endaði væl - framtíðin er heldur ivasom (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

 - Av tí at vit vunnu leygarkvøldið, so er man sjálvandi tað glaðari hesa vikuna og "tað heitari" upp á fótbólt beint nú.

Hetta sigur Noah Mneney, sum spældi 120 minuttir og skoraði púra trygt í brotsparkskappingini í finaluni um Løgmanssteypið fyri HB leygarkvøldið. Fyri leigusveinin úr norska FK Bryne var tað ógvuliga umráðandi at enda kappingarárið væl í HB.

- Tað var ein perfektur endi uppá hetta uppihaldið. Tá eg kom til HB í summar var tað viktigasta fyri meg at koma í gongd við at spæla dystir aftur og ja; eisini finna fótbóltsgleðina aftur og finna meg sjálvan aftur onkursvenga. Og at enda við einum sigri í steypafinaluni ger bara alt uppaftur betri.

Armarnir skuldi tó skjótt niðuraftur, tí mánamorgunin varð Noah Mneney úttikin fyri A-landsliðið fyri fjórðu ferð. Nú er U21-landsliðstíðin av, men fyri U21-landsliðsliðformannin var úttøkan nakað óvæntað, greiddi hann Portalinum frá, tá vit fangaðu 21-ára gamla miðvallaran millum landsliðsvenjing og autografar við Løkin hóskvøldið.

- Hevði ikki sæð tað hent so tíðliga. Men tað eri eg bara glaður fyri. Um eg skal verða meira fastur á A-landsliðnum, so má eg fyrst og fremst fáa nógva spælitíð í mínum felagi. Og annars nú eg eri her: Gera mítt besta og vísa at eg eri nóg góðir at verða her.

[object Object]
Noah Mneney í sínum fyrsta A-landsdysti - sum 19-ára gamal í Kosovo (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Men "nógva spælitíð í mínum felagi": Hetta fekk Noah Mneney ikki í Bryne, og tí varð sterki miðvallarin leigaður til HB í summar. Føroyingurin hevur sáttmála fyri næsta ár eisini, og nú er liðið júst flutt upp í bestu norsku deildina.

- Sum nú er, so fari eg aftur til Noreg aftur í januar og fari at royna mítt besta har. So mugu vit taka tað harfrá.

Men um tú slapp at avgerða tað nú í vetur, so spældi tú helst onkra aðrastaðni næsta ár?

- Tað veit eg ikki...men eg vil gjarna sleppa at spæla har, sum tað er pláss fyri mær, og har sum onkur trýr uppá meg. Um tað verður í Noreg ella aðrastaðni í 2025, tað finna vit útav, sigur Noah Mneney at enda.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2024

32 Leygardagur 09. november 2024

Ári Mohr Jónsson gjørdist stóra steypahetjan

Varð skiftur inn, javnaði til 2-2 í 84. minutti og skoraði avgerandi skotið í brotsparkskappingini á dramatiska kvøldinum á Tòrsvølli. B36-árið varð eitt stórt vónbrot

Ári Mohr Jónsson og allir HB'arar fegnast eftir útjavnandi málið í 84. minutti. Hann gjørdist púra avgerandi fyri barndómsfelagið leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

HB byrjaði steypafinaluna við einum braki, tá Sammy Skytte prikaði bóltin í B36-málið í 2. minutti eftir ótrygt verjuspæl.

Tað endaði eisini við einum ordans reyðum braki: HB'arnar kundu skjóta fýrverk og fegnast eftir tíggjunda brotssparki.

Hetta skoraði Ári Mohr Jónsson, sum eisini var maðurin, sum í 84. minutti javnaði til 2-2 við góðum máli. 

[object Object]

[object Object]
HB-fjepparnir gjørdu sítt í illveðrinum leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Eitt flott frísparksmál hjá Jann Benjaminsen og eitt heldur heppið Hannes Agnarsson langskot tíðliga í 2. hálvleiki høvdu annars sent B36 á sigurskós.

Liðið hjá Magna Hoseth var eisini omaná, til beint yvir 70 minuttir vóru spældir. Tá tók HB fullkomilga yvir: Góðar innskiftingar, nógv yvirskot og HB kundi avgjørt tað áðrenn 120. minutt.

Í brotssparkskappingini bjargaði Silas Eyðsteinsson skotinum hjá Leivi Fossdal Guttesen, men síðani svaraði Teitur Matras Gestsson aftur og bjargaði skotinum hjá Símun Sólheim.

Jelle van der Heyden skeyt uppum við næsta skotinum hjá B36, fyrimunurin lá til HB aftur, og tá Ári Mohr Jónsson kundi avgerða fyri barndómsfelagið við einum brotssparki, gjørdi hann tað púra trygt.

Steyagull nummar 30 hjá HB-monnunum, 1,5 milliónir eyka, beinleiðis í 2. umfar í Conference League og 2024 endaði væl.

Soleiðis var ikki hjá B36: 5. pláss, einki evropeiskt pláss - ella evropeiskur peningur - og nógv skal broytast til næsta ár í B36. 

Løgmanssteypið, menn, leygarkvøldið 2. november

B36 - HB 2-2 (1-1) e.l.l.
02' 0-1 Sammy Skytte
13' 1-1 Jann Julin Benjaminsen
56' 2-1 Hannes Agnarsson
84' 2-2 Ari Mohr Jónsson (Sammy Skytte)

Brotssparkskapping: 4-3 til HB (samanlagt 6-5)
1-0 Jann Julin Benjaminsen
1-1 Viljormur Davidsen
2-1 Andrass Johansen
2-1 Leivur Fossdal Guttesen (málverjin bjargar)
2-1 Símun Sólheim (málverjin bjargar)
2-2 Mikkel Dahl
2-2 Jelle van der Heyden (uppum)
2-3 Noah Mneney
3-3 Thomas Lillo
3-4 Ari Mohr Jónsson

[object Object]

Sí allar myndirnar frá steypafinaluni her

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2024

33 Leygardagur 09. november 2024

- Hetta er mín størsta løta í HB og í vaksnamannafótbólti

Og vónandi kann man vinna FM við HB einaferð. Steypahetjan hjá HB setur orð á støðuna: - Eg fór bara inn at spæla frítt, staðfestir Ári Mohr Jónsson

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

30-ára gamli havnarmaðurin, Ári Mohr Jónsson, sum vanliga spælir á vinstra bakki ella á vinstra vongi, kom inn á sentrala miðvøllin tá 64. minuttir vóru farnir av finaluni um Løgmanssteypið.

Ári Mohr Jónsson gjørdi veruliga bart, tá HB var aftanfyri 2-1: Hann gjørdi mun við fysikkinum, og við at vera ágangandi. Ári skoraði gott mál til 2-2 í 84. minutti, og tá hann nakað seinni fekk møguleikan at avgerða dystin við tíggjunda brotssparkinum samanlagt, var HB'arnn púra tryggur.

- Eg skuldi bara hava kraft  á, staðfesti hann.

Sí samrøðu við stóru steypahetjuna hjá HB

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2024

34 Leygardagur 09. november 2024

Finalufagnaðurin rakk heilt til Runavíkar

Eisini í Bylgjuni fylgdu tey væl við brotssparkskappingini, sum HB vann móti B36. Hon merkti, at NSÍ sleppur í Evropa í 2025

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Uppflytarnir NSÍ skulu spæla í Confernce League næsta ár. Hetta varð endaliga greitt eftir, at HB vann á B36 í steypafinaluni leygarkvøldið.

NSÍ endaði nummar fýra í Betrideildini men tørvaði hjálp frá HB.

Tað fekk NSÍ, men tey sum vóru til ársveitslu, noyddust at halda ondini leingi.

Tá tá endaliga varð greitt, var stórur fagnaður í Bylgjuni/Ítrottarhøllini við Løkin.

Sí upptøkur frá veitsluni her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2024

35 Leygardagur 09. november 2024

Skal siga Teiti hvar hann skal blaka seg

Nýggi hjálparvenjarin hjá manslandsliðnum í hondbólti hjá monnum er eisini HB’ari, og Hjalti Mohr Jacobsen eigur stóran leiklut í brotssparksfyrireikingunum hjá HB-málverjanum - millum annað til steypafinaluna

- Tað var fyri nøkrum árum síðani, at Teitur Gestsson heldur tilvildarliga spurdi meg, um eg kundi hjálpa honum við nøkrum brotsspørkum. So er samstarvið hildið fram, sigur HB-fjepparin og hondbóltsvenjarin (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Tað var fyri nøkrum árum síðani, at Teitur Gestsson heldur tilvildarliga spurdi meg, um eg kundi hjálpa honum við nøkrum brotsspørkum. Eg skeyt jú nógv straffir í hondbólti, og hann sigst jú, at havi nøkur serstøk trekk og dygdir.

Eftir finalusigurin hjá HB á B36 leygarkvøldið kom tað fram i ljósmála, at liðformaðurin hjá HB hevði fingið serstaka hjálp í sambandi við brotssparkskappingina. 

Málverjin avdúkaði fyri bolt.fo, at Hjalti Mohr Jacobsen hevur hjálpt honum at greina. Í síðstu viku, men eisini til stórar løtur undanfarnu árini, hevur núverandi hjálparvenjarin á hondbóltslandsliðnum havt sína ávirkan á føroyskan fótbólt

- Eg fór so at hyggja eftir nøkrum skjúttum, og vit byrjaðu við Jóannesi Bjartalíð tá í greipuárinum 2020, má tað hava verið. Hann skoraði næstan altíð, men hevði nøkur serstøk ting, og tað eydnaðist Teiti at bjarga hjá Bjartalíð tvær ferðir tað árið, eftir at vit høvdu fyrireikað okkum væl: Bæði í lykladysti móti KÍ í landskappingini og í brotssparkskapping í steypakappingini.

Samstarvið hevur hildið fram, og landsliðsmálverjin í fótbólti og liðskiparin hja HB vil hava greið boð frá hondbóltsvenjaranum og fyrrverandi spælaranum hjá Kyndli um, hvar hann skal blaka seg:

- So nú, tá avgerandi dystir eru, so plagar Teitur at senda mær brotsspørkini. Og hann sigur, at eg SKAL siga honum, hvar hann skal kasta seg hjá hvørjum skjútta - har er einki væl, staðfestir Hjalti Mohr Jacobsen smílandi.

38-ára gamli havnarmaðurin er sjálvur HB’ari og tískil ógvuliga fegin um steypagullið leygarkvøldið.

Teitur Matras Gestsson bjargaði einum brotssparki móti B36 - hann fekk væl hondina á skotið hjá Símuni Sólheim. Málverjin fór eisini rætta vegin, og sum hann og Hjalti høvdu avtalað, tá liðformaðurin hjá B36 skeyt. Skotið hjá Jann Benjaminsen fór tó heilt upp í málhornið. Eitt B36-brotsspark fór uppum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2024

36 Leygardagur 09. november 2024

Nummar 30 í røðini hjá HB

Steypagullið leygarkvøldið var tað fjórða seinastu seks árini hjá mest vinnandi felagnum í føroyskum fótbólti

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Seinasta føroyameistaraheitið hjá HB var í 2020. Hetta árið vann felagið eisini greipuna. HB vann eisini Løgmanssteypið í 2019, og eftir at B36 og Víkingur komu ímillum í 2021 og 2022, hevur HB nú aftur vunnið steypakappingina hjá monnum tvey ár á rað.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Finalusigurin á grannunum í óstortliga veðrinum leygarkvøldið var nummar 30 í røðini síðani tí allarfyrstu slíku steypafinaluna í Føroyum - í 1955.

Fyrr var tað um Ísafjarðasúlununa, og nú er tað um Løgmanssteypið. Líkamikið hvussu tað eitur, so hevur HB sitið á steypakappingini hjá monnum.

Víkingur hevur vunnið lutfslsliga ofta síðani stovnanina í 2008 (seks ferðir), men fimm tey næstu feløgini á listanum aftanfyri HB skulu leggjast saman fyri at koma undir liðuna teimum reyð-svørtu á 30 finalusigrum:

30 – HB
7 – B36
6 – GÍ
6 – KÍ
6 – Víkingur
5 – TB
4 - EB/Streymur
3 - NSÍ
1 - VB og B71

HB eigur 24 FM á manssíðuni - eisini flest.

Kelda: fsf.fo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2024

37 Leygardagur 09. november 2024

- Vit hava verið ov leingi í einum aldudali

Og hava alt ov gott lið til at enda á 5. plássi í landskappingini. Finalan endurspeglar ikki heilt tað, heldur dagsins spælari. Jann Benjaminsen hevur ikki tikið støðu um 2025

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Liðformaðurin hjá B36, Jann Julin Benjaminsen, javnaði til 1-1 við frálíkum máli, skoraði púra trygt í brotsparkskappingini og varð valdur til dagisns spælara.

Tó var hann sum vera man ógvuliga vónbrotin eftir finaluna, sum HB vann eftir brotsspørk. B36 var annars frammanfyri bæði har og í vanligu leiktíðini.

Hoyr samrøðu við við Jann Benjaminsen her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. november 2024

38 Leygardagur 09. november 2024

42 ár og bestur í Føroyum

Liðformaðurin hjá Víkingi fekk størsta persónliga heiðurin hjá monnum fyri síni støðugu avrik. Tað er ikki bert Atli Gregersen hjá Víkingi, sum hevur fingið viðurkenning fyri flotta árið hjá felagnum

Fyri fyrstu ferð í sjey ár kundi Atli Gregersen taka ímóti FM-steypinum. Hetta hava hann og liðfelagarnir so ruddiliga uppiborið (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Víkingur vann greitt FM-heitið hjá monnum, og hetta varð ikki óvæntað endurspeglað í heiðrunum á "Ársins spælara-tiltakinum", sum serliga FM1 stóð fyri mikudagin.

Víkingur fekk ársins málverja, ársins miðvallara, ársins unga spælara og ársins venjara, umframt "Fair Play-steypið" fyri lægsta talið av kortum. Seks spælarar úr Víkingi vóru á ársins liði - beint yvir helmingurin. Og so varð liðformaðurin eisini tvær ferðir á pallinum á Hotel Hafnia eftir persónligum heiðri.

Atli Gregersen er elsti spælari, sum hevur fingið hendan heiðurin, og verður hetta helst ikki tikið. 42-ára gamli miðverjin hevur havt eitt frálíkt kappingarár, har hann á vøllinum hevur stýrt besta verjuparti og besta liði í Føroyum við hepnari hond.

Tað var ikki óvæntað, at Atli vann heiðurin sum ársins verjuspælari. Dyggasti kappingarneytin var helst makkarin í miðverjuni Arnbjørn Svensson, sum er ein frálíkur fótbóltsspælari, ið hevur ment seg nógv undir liðuni á liðformanninum og er vorðin landsliðsspælari. Bakkar sum Mathias Voss hjá HB hava eisini staðið seg, men maðurin við væl yvir 400 Betrideildardystum varð kosin.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Ferðin hevur ongantíð verið ein styrki, men fótbóltsskilið er framúr, og hetta hevur Atli Gregersen nýtt væl aftur í ár. Tað hevur verið sjáldan, at hann er komin í trupulleikar, og ofta hevur nummar fýra hjá Víkingi "bara" staðið rætt, so tað ikki er vorið vandamikið og millum annað ruddað burtur í brotsteignum.

Sum fótbóltsspælari er hann kanska framvegis onkutíð undirmettur. Teknikkurin, tolið og evnini at finna fríar viðspælarar aftan fyri fyrstu og aðru linjuna hjá mótsstøðuliðunum eru ógvuliga góð – í øllum førum eftir føroyskum mátistokki.

Fyri spælið hjá Víkingi – við og uttan bólt – og fyri liðið sjálvt hevur Atli Gregersen havt ovurstóran týdning. At teir úr Eysturkommunu lata lægst tal av málum inn, umframt spæla mest skipaða og besta spælið við bólti í ár, hongur nógv saman við nummar 4.

Tað er sjálvandi tørvur á nógvari renniorku og skilagóðum spælaraum rundanum. Hetta hevur Víkingur, og so hevur liðið seinastu árini havt ein høvuðsvenjara, sum hevur arbeitt harðast og lagt meira og meira á hjá teimum í ljósabláum.

Saman við serliga Sølva Vatnhamar er tað Atli Gregersen, sum er størsta ímyndin av liðnum, sum aftur er á tindinum í Føroyum. Teir eru samanlagt 80-ára gamlir, og eftir at Sølvi tvey ár á rað fekk heiðurin sum ársins spælari í Føroyum, varð tað nú Atla'sa tørn.

Hjá Víkingi skaraði kanska serliga Geza David Turi framúr í fyrsta partinum av kappingarárinum. Dugnaligi miðvallarin hevur tó ikki staðið eins sterkur í myndini, sum kappingarárið er liðið, har millum annað ein skaði hevur órógvað nakað. Poul Kallsberg og Olaf Bárðarson hava eisini verið skaddir í tíðarskeiðum. Í álopspartinum hjá Víkingi skaraðu teir samanlagt mest burturúr – tó ikki nóg mikið til at verða Ársins spælari. Poul gjørdist tó ársins ungi spælari, og Olaf var eisini í topp-trý har.

Petur Knudsen var greitt mest virðismikli spælari hjá NSÍ og helst hjá topp-fýra samanlagt. Av teimum álopskendu spælarunum í deildini var hann helst besta boðið uppá ein ársins spælara eftir avrikinum í landskappingini. Støði hansara fall tó eisini nakað seinasta triðingin, saman við avrikunum hjá NSÍ – og umvent.

Í ár valdi FM1, at evropeisku dystirnir skuldu telja við í metingunum. Tað skuldi tað ikki í fjør. Annars hevði Árni Frederiksberg verið greiður vinnari í 2023. Aftur í ár var Árni framúr í Evropa, og var vandamikli og snildi vongurin nær við at bera KÍ í enn eitt bólkaspæl/deildarspæl við serliga sínum seks málum og trimum uppleggum í Evropa. Hetta var eisini nóg mikið at lyfta Árna upp í topp-trý hjá undirritaða og helst eisini hjá øðrum, men heildaravrikið hjá víkingunum var tað sterkari – tað at KÍ hevði átta evropeiskar dystir og harvið fýra fleiri enn nakað annað felag er eisini tikið við í metingina. Páll Klettskarð varð greiður toppskjútti og endaði sum ársins áleypari.

Í HB vóru menn sum áðurnevndi Voss, Hanus Sørensen og Áki Samuelsen flúgvandi í pørtum av kappingarárunum. Tó var tað ikki nóg mikið hjá nøkrum einstøkum spælara hjá steypavinnaranum at vinna seg á "einstaklinga-tindin".

Tað, sum Atli Gregersen í stóran mun vinnur uppá, er allarhelst tað at vera støðugur. Tað er týdningurin fyri liðið, sum var best í Betrideildini í 2024 og serstøku evnini sum verjuspælari og fótbóltsspælari: Í at verja sítt mál men eisini at byggja upp við bóltinum. Og sanniliga eisini við at stýra.

Júst í ár var kanska heldur ikki ein nærum sólarklárur ársins spælari sum okkurt av undanfarnu árunum (Árni Frederiksberg 2021, Adrian Justinussen 2018 o.s.fr) At tað so verður ein frá Víkinga-liðnum er ikki óvæntað, og so endaði Atli Gregersen fyri fyrstu ferð við heiðrinum eftir eitt av sínum allarbestu persónligu kappingarárum. Hetta verður samstundis ein "samlað" viðurkenning av flottum tíðarskeiði hjá elsta víkinginum, sum nú spælir saman við soninum, og sum í næstu viku verður á A-landsliðstúri. Sum hjálparvenjari.

[object Object]Royndi miðverjin fegnast saman við konuni eftir seinasta dystin í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað eru venjarar og liðformenn í Betrideildini umframt landsliðsvenjarar og miðlar, sum atkvøddu til tiltakið.

Portalurin hevði hesar í topp-trý sum ársins spælara (í hesari raðfylgjuni):

Atla Gregersen, Geza David Turi og Árna Frederiksberg

Og hesar sum ársins verjuspælara:

Atla Gregersen, Arnbjørn Svensson og Mathias Voss


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2024

39 Leygardagur 09. november 2024

Hesi gjørdust ársins spælarar

Atli Gregersen og Heidi Sevdal vórðu í vikuni heiðrað sum ársins spælarar

42 ára gamli Atli Gregersen er ársins spælari hjá monnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ársins spælarar í fótbólti vórðu mikudagin heiðraðir á tiltaki, sum FM1 skipaði fyri í samstarvi við Miðlahúsið og Fótbóltssambandið.

Atli Gregersen úr Víkingi og Heidi Sevdal úr NSÍ vunnu størstu heiðranir, sum eru ársins spælarar. Annars stóð tað Víkingur á nokkso nógvum heiðrum hjá monnum, og hjá kvinnum vóru tað NSÍ og KÍ, sum fóru avstað við tí mesta.

[object Object]Heidi Sevdal og hinar úr NSÍ vunnu greipuna í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Ársins leikari menn
Atli Gregersen úr Víkingi

Ársins leikari kvinnur
Heidi Sevdal úr NSÍ

Ársins ungi leikari menn
Poul Kallsberg úr Víkingi

Ársins ungi leikari kvinnur
Sólja Ernstsdóttir úr KÍ

Ársins venjari menn
Jóhan Petur Poulsen

Ársins venjari kvinnur
Allan Dybczak venjari hjá NSÍ

Ársins venjari hjá 1. deild menn
Pól Thorsteinsson venjari hjá FC Suðuroy

Ársins málverji menn
Bárður á Reynatrøð úr Víkingi

Ársins málverji kvinnur
Abigail Mensah úr NSÍ

Ársins verjuleikari menn
Atli Gregersen úr Víkingi

Ársins verjuleikari kvinnur
Birita Ryan úr KÍ

Ársins miðvallari menn
Geza Turi úr Víkingi

Ársins miðvallari kvinnur
Sara Samson Lamhauge úr NSÍ

Ársins áleypari menn
Páll Klettskarð úr KÍ

Ársins áleypari kvinnur
Heidi Sevdal úr NSÍ

Ársins toppskjútti menn
Páll Klettskarð úr KÍ

Ársins toppskjútti kvinur
Heidi Sevdal úr NSÍ

Ársins dómari hjá menn
Eiler Rasmussen

Ársins dómari hjá kvinnur
Andras Frederiksberg

Ársins Fair Play heiður menn
Víkingur

Ársins lið menn
Bárður á Reynatrøð, Viljormur Davidsen, Arnbjørn Svensson, Atl Gregersen, Mathias Voss, Geza Turi, Hanus Sørensen, Sølvi Vatnhamar, Petur Knudsen, Poul Kallsberg, Páll Klettskarð

Ársins lið kvinnur
Abigail Mensah, Tórunn H. Joensen, Mirjam Huneck, Birita Ryan, Jonnhild á Sondum, Evelin Mastropasqua, Sunniva Willemoes, Sara Samson Lamhauge, Jensa Tórolvsdóttir, Lea Lisberg, Heidi Sevdal



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2024

40 Leygardagur 09. november 2024

Flest heiðursmerki til B36 og Víking í 2024

Víkingur vann flest samanlagt - 12 í tali. B36 hevði 11 men flest gull - 11 í tali. FSF hevur gjørt yvirlit fyri árið

U17-dreingirnir hjá Víkingi vunnu greipuna - tvey gullheiðursmerki - í 2024 (Mynd: Víkingur)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyska fótbóltsárið 2024 nærkast av álvara endanum, og í næstu viku, sunnudagin 17. september, verður endaligt punktum sett, tá manslandsliðið møtir Norðurmakedónia á útivølli.

Steyp og heiðursmerki eru handað í øllum FM- og steypakappinginum, og Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt upp.

- Í samlaða yvirlitinum yvir heiðursmerki endaði B36 ovast við fimm gull, fýra silvur og tveimum bronsu. Nummar tvey gjørdist Víkingur, sum vann fýra gull, seks silvur og tvær bronsu, meðan HB gjørdist nummar trý við trimum gull, einari silvur, og trimum bronsu.

Víkingur vann flest samanlagt í 2024: Tólv heiðursmerki. Harav var FM-heitið hjá monnunum og greipan hjá U17-dreingjunum.

B36 vann ellivu heiðursmerki. Felagið, sum ikki hevði eitt gott ár á vaksnamanansíðuni - serliga hjá monnum - fekk tó flest gull (5). Dreingir 15 vóru greipuvinnarar, dreingir 13 vunnu steypakappingina og gentur 13 vunnu FM.

[object Object]
B36 stóð seg væl á ungdómssíðuni - her lyfta U13-dreingirnir steyp eftir finalusigurin á Vìkingi (Mynd: FSF)

Millum feløgini, ið vunnu fleiri gull, vóru 07 Vestur og B71, sum bæði vunnu tvey. B71 vann greipuna hjá U21.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2024

41 Leygardagur 09. november 2024

B36 hevur venjaran uppá pláss

Jákup Martin Joensen tekur yvir eftir Magna Hoseth

Jákup Martin Joensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

B36 hevur í eina tíð leitað eftir nýggjum høvuðsvenjara. Langt hevur verið upp til, at talan gerst um útlendskan venjara, men nú er greitt, at talan verður um Jákup Martin Joensen.

48-ára gamli eiðismaðurin hevur áður verið í felagnum. Hann var í EB/Streymi í 2019-2022. Í fjør tók hann við HB, sum vann steypakappingina. Fyrr í ár var Jákup Martin í ÍF í nakrar mánaðir.

B36 endaði á 5. plássi í Betrideildini og tapti steypafinalua leygarkvøldið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2024

42 Leygardagur 09. november 2024

Olaf var bestur í oktober

Við einum góðum triðingi av atkvøðunum, bleiv Olaf Bárðarson úr Víkingi valdur til besta spælara í Betrideildini í oktober mánað

Olaf Bárðarson saman við liðfeløgunum í Sarpugerði (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

– Fótbóltsárið hevur sum heild verið ordiliga gott, og at enda árið við hesum heiðurinum, eri eg sera glaður fyri, sigur Olaf Bárðarson við heimasíðuna hjá FSF.

Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað, og tá talt var saman fyri oktober, hevði arbeiðssami víkingurin fingið flestar atkvøður.

Aðrir, ið eisini fingu væl av atkvøðum, vóru Poul Kallsberg úr Víkingi, Bartal Páll Klein úr B68, og Árni Frederiksberg úr KÍ.

Fyri heiðurin, sum besti spælari í oktober, fekk Olaf Bárðarson eitt gávubræv upp á 1.000 krónur, ið er latið av Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF og Betri.

Bestu spælarar hendan mánaðin í ár gjørdust:

Mars: Géza David Turi, Víkingur
Apríl: Géza David Turi, Víkingur
Mai: Géza David Turi, Víkingur
Juni: Áki Samuelsen, HB
Juli: Áki Samuelsen, HB
August: Atli Gregersen, Víkingur
September: Tórður Thomsen, B68
Oktober: Olaf Bárðarson, Víkingur


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2024

43 Leygardagur 09. november 2024

07 Vestur fekk sær Sonna Ragnar í føðingardagsgávu

30-ára gamli miðvingurin heldur fram í miðverjuni hjá 07 Vestur. Sonni Ragnar Nattstad hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Sonni hevur í ár prógvað, at tað var eitt gott hugskot at fáa hann heimaftur. Hann hevur verið ein undangongumaður á liðnum. Nógvar av dystunum hevur hann verið liðskipari og hevur stýrt liðnum við kønari hond. Eisini hevur hann vegleitt og víst okkara ungu leikarum á leið. Tað er heilt víst ein styrkur at hava ein so royndan spælara at ganga á odda.

Soleiðis skrivar 07 Vestur í sambandi við, at 30-ára gamli miðvingurin hevur gjørt nýggjan sáttmála við felagið.

Høgi og sterki miðverjin hevur ymiskar royndir sum yrkisspælari, men hevur seinastu árini spælt í føroyskum fótbólti. Fyrst í B36 og síðani í 07 Vestur sum Sonni Ragnar Nattestad spældi 17 dystir fyri í ár.

Í síðsta mánaða gjørdist Sonni Ragnar Nattestad fyrsti mannligi vaksnamannaspælari nakrantíð, sum spældi ein A-landsdyst, meðan hann var 07 Vestur-spælari.

Tað verður verjuspælarin eftir ætlan tvey tey næstu árini. Sonni Ragnar er føðingardagsgávan hjá felagnum, sum nú hevur 17 ár á baki. Hetta skrivaði 07 Vestur á heimasíðu sínari týskvøldið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2024

44 Leygardagur 09. november 2024

Emil Grønn Pedersen til HB

Steypavinnararnir hava tryggjað sær norska áleyparan hjá 07 Vestur frá komandi kappingarári

Emil Grønn Pedersen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

HB hevur tryggjað sær ein nýggjan áleypara til komandi kappingarár. Havnarfelagið boðaði í vikuni frá, at tey hava gjørt avtalu við Emil Grønn Pedersen um at spæla í reyðum og svørtum í komandi kappingarári.

Emil hevur spælt við 07 Vestur hetta kappingarárið. Hann kom í Vágar við ársbyrjan frá norska felagnum Start. Emil Grønn Pedersen skoraði 9 mál í 27 dystum fyri 07 Vestur. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2024

45 Leygardagur 09. november 2024

Stefan gevst í Sligo Rovers

Stefan Radoavljevic spældi 47 dystir fyri írska felagið. Søgur ganga um, at 24-ára gamli tvøramaðurin vendir aftur til føroyskan fótbólt

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

15 dystir samanlagt í ár og eitt upplegg. Skaðar og pláss á bonkinum ofta hava gjørt, at kappingarár nummar tvey hjá Stefan Radosavljevic í Írlandi ikki hevur verið væleydnað.

Tvørmaðurin skifti til Sligo Rovers á vetri 2023. Byrjanin var góð, og samanlagt var kappingarárið 2023 góðtikið - í Írlandi koyrir kappingin eisini frá mars til oktober.

Sambært Transfermarket, hevur Stefan spælt 47 dystir og skorað fimm mál fyri Sligo Rovers.

Nú endar sáttmálaskeiðið, og Sligo hevur í vikuni staðfest, at 24-ára gamli føroyingurin fer úr felagnum.

Sum skilst eru rímiliga góð sannlíkindi fyri, at miðvallarin við tíggju A-landsdystum og einum máli, kemur aftur til Føroyar at spæla.

Stefan Radosavljevic er uppvaksin í TB. Hann hevur eisini umboðað B36 og HB í føroyskum fótbólti.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. november 2024

46 Leygardagur 09. november 2024

Tekniski stjórin fyribils høvuðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum

Pætur Smith Clementsen skal standa á odda fyri liðnum til Nations League-dystirnar fyrru hálvu av 2025. Slovakia, Moldova og Gibraltar eru mótstøðuliðini

Pætur Smith Clementsen hevur í sínum starvi millum annað til uppgávu at seta og menna venjarar. Fyrru hálvu av 2025 skal hann eisini leiða annað av vaksnamannalandsliðunum (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hósdagin kunngjørdi Fótbóltssamband Føroya tað, sum hevur ligið í luftini eina tíð: At Signe Pries Andersen ikki heldur fram sum A-landsliðsvenjari hjá kvinnum.

Hóast hon hevur flutt liðið - serliga í ár í undankappingini til EM - hava viðurskifti sum, at Signe Pries Andersen er flutt aftur til Danmarkar, helst gjørt, at partarnir saman valdu at enda samstarvinum.

- FSF fer beinanvegin í gongd at finna ein avloysara fyri hana, og vónandi er ein loysn funnin áðrenn februar mánað komandi ár, tá næstu uppgávurnar hjá kvinnulandsliðnum er á skránni

Soleiðis skrivaði Fótbóltssambandið í síðstu viku. Nú er tó longu greitt, hvør tekur við - í øllum førum fyribils.

FSF boðaði hósdagin frá, at Pætur Smith Clementsen kemur at standa á odda fyri kvinnulandsliðnum fram til 30. juni 2025.

Pætur er tekniskur stjóri í FSF. Hann var eisini høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum frá 2016 til og við 2018, tá Føroyar millum annað spældu seg víðari í tí, sum tá var HM undan-undankapping.

Talan er um eina fyribils loysn, so Pætur Clementsen sjálvur stjórnar liðnum í Nations League-kappingini næsta ár.

Slovakia, Moldova og Gibraltar mótstøðuliðini

Hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í UEFA Nations League 2025-2026 fyri kvinnur.

- Fyri føroyska kvinnulandsliðið háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar endaðu í bólki C1, saman við Slovakia, Moldova og Gibraltar.

Dystirnir verða spældir í døgunum 21. til 25. februar, 4. til 8. apríl, og frá 30. mai til 3. juni 2025.

Føroyar fingu einki stig í Nations League í fjør - kanska hetta lutakastið gevur liðnum betri fortreytir.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2024

47 Leygardagur 09. november 2024

U19 Gentur: Hópurin til EM úttikin

Venjarin hjá U19-landsliðnum við gentum, Sigtór Petersen, hevur úttikið hópin, sum seinni í hesum mánaðinum skal taka lut í EM-undankapping í Serbia

Í september luttóku føroysku U19 genturnar í Baltic Cup í Estlandi (Mynd: FSF)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

– Hetta verða tríggjar spennandi uppgávur, har vit veruliga sleppa at royna okkum ímóti trimum sterkum fótbóltstjóðum, og vit fara sjálvandi eftir at fáa so góð úrslit sum tilber, samstundis sum vit skulu fyrireika hesar genturnar til A-landsliðið, tá tann tíðin kemur.

Tað sigur Sigtór Petersen, høvuðsvenjari hjá U19-landsliðnum við gentum, sum nú fyrireikar seg til EM-undankappingina, sum verður í Serbia frá 25. november til 4. desember.

Umframt Føroyar og Serbia, eru Eysturríki og Kekkia eisini í bólkinum. Føroyar spæla móti Serbia 27. november, móti Eysturríki 30. november og móti Kekkia 3. desember.

Av teimum 18, ið eru úttiknar til kappingina í Serbia, eiga HB, KÍ og NSÍ fýra spælarar í part, meðan hini feløgini, ið eru umboðað, eru B36, Skála, Víkingur og Fortuna Hjørring í Danmark.

Hópurin
Brá Zakariasardóttir, Fortuna Hjørring (Danmark)
Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36
Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB
Lea Tórarenni Johannesen, HB
Lisa Haraldsen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Fríða Magnussen, Víkingur
Sólja Ernstsdóttir, KÍ
Sólja Vinjardsdóttir Johansen, KÍ
Vár Johannessen, KÍ
Elspa Maria Zachariassen, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Natalia Dansdóttir Olsen, NSÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Jakobina Bergsdóttir, Skála ÍF
Ingrið Berg Rasmussen, Skála ÍF

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. november 2024

48 Leygardagur 09. november 2024

Føroyar endaðu á 4. plássi

Farna vikuskiftið luttók føroyska badmintonlandsliðið í smálanadakapping á Kypros

(Mynd: Badmintonsamband Føroya/Facebook)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið hevur føroyska badmintonlandsliðið luttikið í smálanadakapping á Kypros, og Føroyar endaði á einum fjórða plássi.

Umframt Føroyar og vertslandið, luttóku Gibraltar, Grønland, Ísland, Isle of Man, Malta, Monako og Liktenstein í kappingini.

Fyrsti dysturin varð spældur móti Liktenstein fríggjadagin, har Føroyar vunnu 5-0. Leygardagin taptu Føroyar 4-1 móti Íslandi og vunnu 5-0 á Gibraltar. Kappingin endaði við 3-2 sigri á Malta, og harvið tryggjaði Føroyar sær fjórða plássið.

Ísland, Grønland og Kýpros gjørdust nummar eitt, tvey og trý.

Føroyska badmintonlandsliðið luttók fyri fyrstu ferð í smálandakappignini í fjør, tá Malta var vertur. Framyvir verður kappingin annaðhvørt ár, skrivar Badmintonsamband Føroya.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2024

49 Leygardagur 09. november 2024

19-ára gamli hvirluvindurin varð toppskjútti á Hálsi

Óli Mittún var óstýriligur í løtum mikukvøldið og vísti GOG-fjepparum, hvat tey kunnu gleða seg til. Hann og Elias gingu á odda við málskjótingini - Hákun og Teis tóku eisini tøk

Óli Mittún (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tá føroyski álopið koyrdi veruliga væl, vóru tað systkinabørnini Óli Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum gingu á odda.

Síðstnevndi tók sum altíð stóra ábyrgd og hevði sjey mál og sjey upplegg - Elias brendi tvey skot, men spældi flott seinastu 40 minuttirnar.

Óli Mittún brendi trý og hevði tað heldur torført fyrstu løtuna, men so líðandi kom eldur í 19-ára gomlu stjørnuna hjá IK Sävehof. Hann tryggjaði Føroyum tryggjari leiðslu seinastu løtuna fyri steðgin, og í 2. hálvleiki var Óli beinleiðis óstýriligur og flúgvandi í løtum.

Ungi føroyingurin, sum skal spæla hondbólt á Fjóni frá næsta kappingarári, vísti veruliga sínar dygdir.

Tað gjørdi Teis Horn Rasmussen til tíðir eisini á strikuni. Sterki havnarmaðurin skoraði fimm mál uppá sjey royndir. Hákun West av Teigum skoraði eitt fleiri. Høgri vongurin úr Fuchse Berlin brendi tó kanska heldur nógv (fimm skot) 

Í føroyska málinum stóð Pauli Jacobsen ógvuliga væl gjøgnum dystin. Hoyvíkingurin hevði serliga nakrar stórbjargingar fyri steðgin og hevði helst samanlagt 15 bjargingar - við øllum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2024

50 Leygardagur 09. november 2024

Sannførandi føroyskur sigur á Kosovo

Føroyar vunnu við 11 málum í fyrsta EM-undankappingardystinum á hesum sinni

Teis Horn Rasmussen í skotroynd (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Kosovo fekk bank á Hálsi mikukvøldið. Føroyska manslandsliðið í hondbólti fekk eina frálíka byrjan upp á undankappingina fram móti EM í Noregi, Svøríki og Danmark í 2026. Úrslitið av dystinum gjørdist 32-21.

Sigurin kom eftir sannførandi spæl í øðrum hálvleiki.

Føroyska spælið byrjaði trilvandi. Væl vaksnu og bulmiklu verjuleikararnir av Balkan hálvoynni høvdu gott tak á føroyska álopinum, og føroyska verjan varð eisini nakað tarnað av, at Pætur Mikkjalsson fekk tvær útvísingar heilt tíðliga í dystinum.

[object Object]Óli Mittún í hornatøkum við verjuna úr Kosovo

Eisini franska dómaraparið órógvaði spæli við nøkrum dømingum, sum ikki vóru heilt skiljandi.

Kosovo var frammanfyri nakrar ferðir í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist teimum kortini ikki at seta seg á dystin.

Føroyar, við systkinabørnunum Óla Mittún og Eliasi á Skipagøtu á odda, funnu altíð eina loysn og hildu Føroyar við í dystinum.

Sum fyrri hálvleikur leið, fann føroyska liðið neyðugu loysnirnar, og bygdu eina góða leiðslu upp.

Støðan í hálvleikinum var 13-9.

[object Object]Elias Ellefsen á Skipagøtu

Í øðrum hálvleiki støðgaði Kosovo heilt upp. Føroysku snillingarnir undirhildu við nógvum og flottum málum og eini hart arbeiðandi verju, sum tók pippið frá balkan-búgvunum, ið tyktust púra ráðaleysir.

Hálvleikurin endaði við einum føroyskum showi, har okkara menn royndu seg við flúgvarum og øðrum snildum, samstundis sum Pauli Jacobsen í føroyska málinum stóð sum ein skansi.

Samanlagt sannførandi føroyskt hondbóltsspæl, sum vísti, at tað er munur á einum liði við toppspælarum úr týsku bundesliguni og so einum liðið har, bestu spælararnir spæla í sveitsiskum hondbólti.

Tað vóru nógvir føroyingar, sum vístu gott spæl í dag. Men við einum bjargingarprosenti á næstan 45, gekk málmaðurin, Pauli Jacobsen, á odda, og var sambært okkum dagsins besti.

Sí allar myndirnar her

[object Object]Málverjin Pauli Jacobsen átti sín heilt stóra leiklut í flotta sigrinum

Føroyar spæla aftur móti Ukraina í Litava sunnudagin klokkan 14.

Undankappingin til EM 2026, fyrsta umfar
Høllin á Hálsi, mikudagin 06. november
Føroyar - Kosovo 32-21 (13-9)

Føroyskir málskjúttar:
Óli Mittún 8 mál
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 mál
Hákun West av Teigum 6 mál
Teis Horn Rasmussen 5 mál 
Rói Berg Hansen 3 mál
Pætur Mikkjalsson 1 mál
Vilhelm Poulsen 1 mál
Tróndur Mikkelsen 1 mál

Pauli Jacobsen 13 bjargingar av 29 skotum – 44,83 prosent


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2024

51 Leygardagur 09. november 2024

Størsti føroyski undankappingarsigur nakrantíð

Føroyar hava seinastu árini vunnið tvær ferðir við sjey málum men ongantíð við yvir tíggju málum í slíkum dystum

Føroyar skoraðu 32 ferðir móti Kosovo - her skorar Hákun West av Teigum eitt av sínum seks málum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Sigurin á Kosovo í høllini á Hálsi mikukvøldið var søguligur. 

Hetta er í øllum førum tað, sum Portalurin hevur funnið fram til, nú vit hava kavað í søguliga yvirlitið hjá Hondbóltssambandinum - og tosað við ymisk fólk.

Føroyar vunnu við sjey málum á Ukraina í EM-undankappingardysti í fjør (33-26) og 26-19 á Lettlandi í fyrsta umfari í HM-undankappingini í 2022. Báðir dystirnir vóru á heimavølli

Hesi vóru met í veruligum undankappingardystum - til mikukvøldið, tá Føroyar runnu frá Kosovo seint í 1. hálvleiki, og sum 2. hálvleikur leið, og vunnu 32-21.

[object Object]
Pauli Jacobsen hevði nógvar bjargingar, og Óli Mittún varð toppskjútti við átta málum. Harvið áttu teir stóran leiklut í, at sigurin á Kosovo gjørdist søguliga stórur (Mynd: Sverri Egholm)

Ellivu mál er nakað nýtt fyri Føroyar. Hóast Kosovo er lægst styrkismett í bólkinum við fýra liðum - Føroyar er styrismettar sum nummar tvey - so var talan um heilt góðan sigur at byrja undankappingina við.

Føroyska manslandsliðið hevur áður vunnið størri í C-HM (á Bretlandi í 1984) og í dystum móti Írlandi og Skotlandi í 2012. 

Í januar vunnu Føroyar við tíggju málum í venjingardysti móti Belgia. Nú vóru okkara menn aftur greitt omaná í dysti á Hálsi, sum helst var tann seinasti undankappingardysturin nakrantíð har.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2024

52 Leygardagur 09. november 2024

Rói: - Øgiliga kensluborið at standa her aftur við liðnum

- Misti ommu mína, sum var mín størsti fjeppari, í síðstu viku, og kundi ikki spæla hondbólt fyrr í ár. So hetta er serligt, sigur føroyski vongurin

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Umframt at seta orð á sigurin á Kosovo, og hvat vendi dystinum í 1.umfari til ein stórsigur, setti Rói Berg Hansen orð á serstøku kenslurnar eftir sigurin mikukvøldið.

28-ára gamli havnarmaðurin misti ommu sína fyri hálvari aðru viku síðani, og varð stutt eftir EM í januar raktur av strongd og tunglyndi. Tá var ivasamt, um Rói fór at spæla hondbólt aftur.

Sí eisini: Rói Berg Hansen: Megnaði ikki at koma upp úr songini í trý samdøgur

Mikukvøldið spældi hann nærum fullan dyst fyri Føroyar og skoraði trý mál í høllini, har hann hevur brúkt flest tímar sum hondbóltsspælari.

Sí samrøðuna við Róa Berg Hansen her.

Sí eisini hinar samrøðurnar, sum vit gjørdu við leikarar eftir sigurin mikukøldið: 

Pauli J: Ein av okkara bestu verjudystum - líta á hvønn annan

Óli Mittún: Vit blíva nógv betri gjøgnum dystin


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2024

53 Leygardagur 09. november 2024

Mótstøðuliðið hjá Føroyum tapti málríkan og tættan dyst

Ukraina tapti 40-39 í fyrsta dystinum í Niðurlondum. Seinnapartin í morgin spæla Føroyar og Ukraina í Vilnius. Hetta verður sætti dysturin millum liðini seinastu seks árini

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í fjør vunnu Føroyar fyri fyrstu ferð nakrantíð á Ukraina. Talan var um tryggjan 33-26 í fullsettari høll á Hálsi. Sigurin so gott sum tryggjaði føroysku monnunum plássi í EM-endaspælinum.

Nú spælt verður um EM-pláss aftur, hittast liðini aftur. Dysturin í øðrum umfari í morgin verður tann sætti millum londini síðani januar 2018.

Ukraina hevur vunnið allar uttan ein, men tveir av teimum (í Keypmannahavn 2019 og á Hálsi 2021) taptu Føroyar bert við einum máli.

Nú eru Føroyar styrkismettar hægri enn Ukraina. Hetta tí at føroysku menninir endaðu omanfyri ukrainar í seinastu undankapping.

Vegna krígsstøðuna hevur ivamál verið um, hvussu sterkir ukrainar eru hesaferð, men hósdagin taptu teir bert við einum máli á útivølli móti niðurlendsku stórfavorittunum.

Ukraina var á odda 20-19 í málríka og hendingaríka dystinum, men niðurlendingar vóru omaná seinastu løtuna. Hægst styrkismetta liðið í bólkininum vann 40-39.

Harvið eru Føroyar, ikki so óvæntað, á odda í bólkinum eftir tað fyrsta av seks umførum. Í øðrum umfari í morgin klokkan 13, spæla Føroyar og Ukraina á utranveltaðum vølli í Vilnius, Litava. Lagt er upp til tættan dyst.

Portalurin við á ferðini.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 08. november 2024

54 Leygardagur 09. november 2024

H71-kvinnur spæla evropahondbólt í Hoyvík

EHF hevur boðað H71 frá, at Hoyvíkshøllin er góðkend til Europa Cup dystir. Um smáar tvær vikur kemur grikskt lið á vitjan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Evropeiska hondbóltssamgongan, EHF, hevur boðað H71 frá, at Hoyvíkshøllin nú er góðkend til Europa Cup dystir.

Hetta merkir, at kvinnurnar hjá H71 spæla Europa Cup dystirnar móti A.C. PAOK úr Grikkalandi á heimavølli um seinni í mánaðinum.

Dystirnir verða spældir fríggjakvøldið 15. november og sunnukvøldið 17. november, báðir klokkan 19 í Hoyvíkshøllini.

- A.C. PAOK er eitt kent og sterkt lið úr Grikkalandi, við eini langari søgu innan hondbólt. Liðið hevur vunnið fleiri meistaraheiti, og er kent fyri sítt sterka verjuspæl og ágrýtnu leikarar. Hetta verður ein avbjóðing fyri okkara kvinnur, men vit hava ein møguleika at vinna, serliga um høllin verður full av viðhaldsfólki, skrivar H71.

[object Object]Europahondbóltur hevur áður verið leiktur í Hoyvíkshøllini (Mynd: Sverri Egholm)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2024

55 Leygardagur 09. november 2024

SÍ vann á Fleyr í toppdystinum

Hotel Djurhuus-deildin: Fleyr – SÍ 1-3 (26-24, 8-25, 19-25, 23-25)

(Mynd: SÍ)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

SÍ klintraði mánadagin upp á toppin í Hotel Djurhuus-deildini við 3-1 sigri á Fleyr, sum nú er eitt stig aftanfyri SÍ og hevur eisini spælt ein dyst meira.

Fleyr vann fyrsta sett, eftir at SÍ annars hevði lagt seg á odda 10-3 eftir góðar servur frá Sissal Ellevsdóttir, harímillum tvey serviess, men við eins góðum servum frá Honnu Andriasdóttir Olsen og Maritu Emmu Heinadóttir sníkti Fleyr seg framum 16-13. SÍ javnaði tó aftur og fór framum 24-22, men Fleyr yvirlivdi báðar settbóltarnar og vann ístaðin 26-24.

SÍ gjørdi síðan eitt ódnarlop í øðrum setti og fór framum 6-0 og við ikki minni enn fýra essum í seks servum frá Sissal Ellefsdóttir, gjørdi SÍ enn eitt lop frá 7-2 til 13-2, og uppaftur fimm stig á rað gjørdu tað til 18-3, áðrenn SÍ vann 25-8.

Við fimm stigum á rað í triðja setti megnaði Fleyr at minka um munin frá 8-14 til 13-14 og fáa spenning í aftur, men løtan var stokkut, og brátt vann SÍ sær trygga leiðslu aftur og settið 25-19.

Fjórða settið gjørdist harafturímóti veruliga spennandi, og liðini skiftust um at vera á odda við einum og tveimum stigum, og soleiðis gjørdist støðan 23-23. Tá vann SÍ teir teir báðar avgerandi bóltarnar og settið 25-23.

TB – KÍF (25-22, 18-25, 22-25, 22-25)
Við 3-1 sigri í Trongisvági fór KÍF trý stig framum TB á stigatalvuni og legði seg á fjórðaplássið, eitt stig aftanfyri Mjølnir.

Á dómaseðlinum hevði TB-venjarin Gudrid Nolsøe einans átta leikarar at velja ímillum, meðan venjarin hjá KÍF, fyrrverandi TB-venjarin Arthur Djurhuus Poulsen, ikki hevði minni enn 14. Hetta sást kanska eisini í summum av settunum, har TB ikki megnaði at halda fast í greiðum leiðslum.

Fyrsta sett var spennandi, har TB hevði yvirvág fyrstu løtuna og legði seg á odda við fýra stigum. So líðandi tók KÍF kortini yvir og fór framum 20-16, men við framúr góðum endaspurti javnaði TB til 20-20 og vann settið 25-22.

TB var eisini leingi á odda í øðrum setti, til 13-12, men seks bóltar seinni var KÍF farið framum 18-13 og vann trygt 25-18.

Tá ið TB hevði lagt seg á odda 20-15 og 22-17 í triðja setti, tóktisk tað at vera komið undir land, men við átta stigum á rað var tað kortini KÍF, sum vann settið 25-22.

TB var aftur leingi á odda í fjórða setti, tó ikki við meira enn tveimum stigum, men eftir 9-9 hevði KÍF hug at slíta seg leyst og legði seg á odda 14-10. TB gjørdi tó ein vørr aftur og fór framum 18-16, men heldur ikki hesa ferð rakk tað, og kollfirðingar javnaðu til 19-19 og fóru framum 23-19 og vunnu settið 25-22.

Dráttur – Mjølnir 0-3 (16-25, 15-25, 20-25)
Við pliktsigri á Drátti heldur Mjølnir fast um triðjaplássið, eitt stig frammanfyri KÍF.

Støðan í Hotel Djurhus-deildini:

Sí 9 stig
Fleyr 8 stig
Mjølnir 7 stig
KÍF 6 stig
TB 3 stig
Dráttur 0 stig

Fleyr Mjølnir, KÍF og Dráttur hava spælt fýra dystir, SÍ og TB tríggjar

Komandi dystir:

Leygardagin 9. november kl. 14: SÍ - TB
Sunnudagin 10. november kl. 13: Dráttur - Fleyr


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2024

56 Leygardagur 09. november 2024

SÍ framvegis ósigrað eftir sigur á Fleyr í fimmsettara

Polestar-deildin: Fleyr – SÍ 2-3 (21-25, 27-25, 25-23, 21-25, 11-15)

 
SkrivaÐ:

Innsent

SÍ tveitti eina 10-4 leiðslu burtur í fyrsta setti, tá ið Fleyr vann átta stig á rað og fór framum 12-10, eftir at SÍ ikki fekk bilbugt við servunum frá Mattias Nolsøe Isaksen – harímillum trý ess. SÍ vann tó leiðsluna aftur og settið 25-21. Dysturin millum Fleyr og SÍ varð spældur týskvøldið í høllini á Hálsi í Havn.

SÍ fór framum 23-22 í øðrum setti, eftir at Fleyr annars hevði verið frammanfyri mesta partin av settinum, men Fleyr endurvann leiðsluna og vann settið 27-25 við triðja settbóltinum.

Í triðja setti skiftust liðini um at vera á odda, og soleiðis gjørdist støðan 22-22, áðrenn Fleyr vann avgerandi bóltarnar og settið 25-23.

Eftir 10-10 í fjórða setti dró SÍ frá og vann 25-21, og so var javnbrótari á skránni.

SÍ legði seg á odda við einum og tveimum stigum, men við fýra á rað fór Fleyr framum 7-5. SÍ vann tó fimm stig á rað og fór frá 7-8 upp á 12-8 m.a. við smassji og risablokki frá Mileta Vesovic , og hetta gjørdist mønustingurin hjá Fleyr. Dystarbóltin vann SÍ, eftir at Fleyr hevði verið í netinum.

Við teimum tveimum stigunum fyri sigurin fór SÍ tvey stig framvið á Mjølni, sum liggur nummar tvey á stigatalvuni við níggju stigum eins og Fleyr, men Fleyr hevur tó spælt ein dyst meira enn hini bæði.

Sunnudagin hevur Mjølnir tó møguleikan at taka fyrstaplássið sunnudagin.

Komandi dystur:

Sunnudagin 10. november: Mjølnir - SÍ í Badmintonhøllini í Klaksvík

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2024

57 Leygardagur 09. november 2024

Líggjas trífaldur danskur juniormeistari

Hartil svam Líggjas tvær ferðir undir kravtíð hjá altjóða svimjisambandinum til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil, við tíðum sum rukku til gullnál við stjørnu frá Svimjisambandi Føroya

(Mynd: Svimjing.com)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið megnaði Líggjas Joensen at vinna trý gullheiðursmerki og eitt úr silvuri á donsku juniormeistarastevnuni á stuttgeil í Esbjerg, við sera stórum betringum av sínum bestu tíðum.

Hartil svam Líggjas tvær ferðir undir kravtíð hjá altjóða svimjisambandinum til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil 2024, við tíðum sum rukku til gullnál við stjørnu frá Svimjisambandi Føroya.

Øll úrslitini eru greitt undir kravtíðirnar til Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna í Vejle, fyrst í desember, umframt til Oyggjaleikir á Guernsey í juli 2025, skrivar Svimjing.com.

Líggjas er úr Gøtu og upprunaliga úr Svimjifelagnum Reysti, til hann fyri árum síðani skifti til Ægir. Nú býr hann í Aalborg, og venur og kappast við Aalborg Svømmeklub.

Úrslitini vóru øgilig hjá Líggjasi:

  • 200 frí: 1:48.24 og silvur, har kravtíðin til HM er 1:47.72
    – vinnaratíðin á Oyggjaleikum 2023 á Guernsey, var 1:51.89
  • 400 frí: 3:50.31 og gull, har kravtíðin til HM er 3:50.29
    – vinnaratíðin á Oyggjaleikum 2023 á Guernsey, var 3:57.01
  • 800 frí: 7:55.67 og gull, har kravtíðin til HM er 8:01.30
    – vinnaratíðin á Oyggjaleikum 2023 á Guernsey, var 8:13.03
  • 1500 frí 15:11.97 gull, har kravtíðin til HM er 15:20.42
    – vinnaratíðin hjá Líggjasi á Oyggjaleikum 2023 á Guernsey, var 15:54.63


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2024

58 Leygardagur 09. november 2024

Føroyska Mia Højgaard danmarksmeistari í amboðsfimleiki

Farna vikuskiftið vann Mia Højgaard DM í amboðsfimleiki

Umframt, at Mia vann DM fyri einstaklingar, vunnu Mia Højgaard, Anna Sofía B. Højsted og Marin Danielsen eisini gull í DM liðkappingini
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Farna vikuskiftið bleiv Mia Højgaard danmarksmeistari í amboð fimleiki fyri einstaklingar.

Fleiri luttakarar úr Havnar Fimleikafelag vóru við í DM-kappingini, og fingu serstakliga góð úrslit.

Umframt, at Mia vann DM fyri einstaklingar, vunnu Mia Højgaard, Anna Sofía B. Højsted og Marin Danielsen eisini gull í DM liðkappingini. Og Mia vann eisini gull í barr og silvur á gólvinum, meðan Anna Sofía vann bronsu í lop, bita og gólv. Hóast tær búgva í Føroyum og gerandis venja við Havnar Fimleikafelag, kappaðust tær til DM fyri danska fimleikafelagið KG66. Tær luttóku í aldursbólkunum fyri juniorar.

Eisini vóru Oddvør Alberta Kimsdóttir og Tóra E. Thorkildshøj við í DM kappingini fyri ungar juniorar. Báðar stóðu seg avbera væl, og vunnu ávikavist gull og bronsu í liðkappingini. Tær kappaðust eisini báðar fyri KG66.

Venjari hjá teimum heima í Føroyum er Camelia Mihaela Mindricel, sum eisini var við teimum á ferðini. Djóni Sakarisson, sum er venjari á mannfólkasíðuni hjá Havnar Fimleikafelag, var eisini við sínum monnum til DM.

Mansunglingarnir og mennirnir hava somuleiðis luttikið til DM. Teir kappaðust fyri danska fimleikafelagið Greve, og megnaðu eisini at fáa heiðursmerki við heim til Føroyar. Rókur Vestergaard vann silvur í beinsveiggj, og Torleivur Christiansen vann bronsu í lop. Í kappingini fyri mansunglingar vann Bjarti Skylv bronsu í lop.

Føroysku íðkararnir hjá Havnar Fimleikafelag kláraðu seg so avbera væl, og eru við hesum millum bestu fimleikarar í ríkinum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. november 2024

59 Leygardagur 09. november 2024

Bridge: Henriette og Oddmar vunnu FM Blandað Pør

Tíggju pør kappaðust um føroyameistaraskapið í Bridgehúsinum um vikuskiftið

Frá vinstru: Henriette Svenstrup & Oddmar Danielsen, Arnleyg Mikkelsen & Dia Jacobsen og Eva Sarita Berg & Øssur Winthereig
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyameistarakappingin fyri blandað pør varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 2. novembur 2024.

Sum heitið ber boð er kappingin ætlað pørum – mann og kvinnu. Sum liður í at fáa fleiri nýggjar bridgespælarar at luttaka, var harumframt ein roynd gjørd við at royndir bridgespælarar kundu luttaka saman við spælarum, ið ikki hava spælt longri enn fýra ár.

10 pør luttóku í kappingini og leikt vóru 9 umfør á 5 spøl, og sostatt 45 spøl í alt.

Fyrstu trý umførini leikaði lutfallsliga javnt á, og vóru einans 10 stig á muni millum trý tey fremstu pørini, har ávikavist Øssur Winthereig & Eva Sarita Berg og Birita Clementsen & Carl Mikkelsen lógu í oddinum.

Sum kappingin leið gjørdu eisini onnur pør seg galdandi, eitt nú Dia Jacobsen & Arnleyg Mikkelsen og Henriette Svenstrup & Oddmar Danielsen.

Tá kappingin leið móti endanum myndaðu Henriette Svenstrup & Oddmar Danielsen og Dia Jacobsen & Arnleyg Mikkelsen oddin, meðan Birita Clementsen & Carl Mikkelsen og Øssur Winthereig & Eva Sarita Berg dystaðust um triðja plássið.

Endaliga úrslitið gjørdist at Henriette Svenstrup & Oddmar Danielsen vunnu kapingina við 208 stigum meðan Dia Jacobsen & Arnleyg Mikkelsen vunnu sær annaðplássið við 196 stigum. Triðjaplássið vunnu Øssur Winthereig & Eva Sarita Berg sær við 194 stigum

Samlaðaúrslitið gjørdist hetta:

  1. Henriette Svenstrup - Oddmar Danielsen 208,0 stig
  2. Dia Jacobsen - Arnleyg Mikkelsen 196,0 stig
  3. Øssur Winthereig - Eva Sarita Berg 194,0 stig
  4. Birita Clementsen - Carl Mikkelsen 191,0 stig
  5. Bjørg Róin - Salomon Johansen 185,0 stig
  6. Robert Langgaard - Anna Olsen 182,0 stig
  7. Jón Rasmussen - Valborg Rasmussen 174,0 stig
  8. Liss á Fjallinum - Zakaris Joensen 159,0 stig
  9. Annika Olsen - Justinus Olsen 158,0 stig
  10. Pól Joensen - Jórun Johannesen 153,0 stig

Komandi kappingin hjá Føroya Bridgesambandi er FM-Lið, ið verður leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 16. novembur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 06. november 2024

60 Leygardagur 09. november 2024

Góði Dánjal systkinbarnið

Ein fyrimynd fyri meg, tí tú dugdi alt úti á bygd, sum eg ikki dugdi í Havn, og so øgiliga forkelaði vit blivu, tá vit koma til Mykinesar sum børn hvørt summar, allastaðni

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Kaj Leo Holm Johannesen

Eg sá teg fyri seinastu ferð í gjár, í kistu, nøkurlunda á sama staði á landssjúkrahúsinum sum sorgardagarnar eftir vanlukkuna 14. oktober 1991.

Tit bardust fyri lívinum í myrkri í kalda sjónum í tveir samfullar tímar.

Tit komu fýra aftur, og tríggir komu ikki aftur á lívi.

Tú Dánjal var tann eini, illa á holdum komin, meira deyður enn livandi, við einum kropshita á 27 C, tá tú kom við tyrluni á Landsjúkrahúsið.

Vanlukkan hendi eftir fjallgongu á Borgardali, eitt heystarkvøld á sjónum uttanfyri Mykines bygd.

Tá mistu vit báðir okkara pápar sum vóru bestu vinir og svágrar og 62 ára gamlir, og vit mistu Eli svágur.

Løtan í gjárkvøldið, tá eg sá teg, rakti meg sum ein sleggja, og eg græt illa, hví.

Ár 1969/70 Hvør er hasin vakri ljóshærdi stórsmílandi víkingurin og fitti drongurin og tannáringurin sum fekk tað at síggja út sum Mykines bert var tað sandkornið sum William Heinesen skrivar um.

Hetta er myndin eg fekk av hesum glaða dreingi, tá eg sum uml 6 ára gamal kom til Mykinesar fyrstu ferð, við Keldu Jákup og gomlu Súluni.

Ein fyrimynd fyri meg, tí tú dugdi alt úti á bygd, sum eg ikki dugdi í Havn, og so øgiliga forkelaði vit blivu, tá vit koma til Mykinesar sum børn hvørt summar, allastaðni.

Í Stallhúsi hjá Ruby og pápabeiggja Jógvan Meinhard Johannesen og Eyðun og Hans Michael og Ólav Kaj og Randi og Sunnevu og Katrinu og Handanágarðinum hjá Herrid og Luis og Helgu og Sigrun og Hervør og hjá mammu tíni, fastir mínari, Josephinu og Martin Danielsen.

Kári og Jákup Alberg og Birgir vóru eisini okkara systkinabørn og eisini ofta í Mykinesi, og Ása var mostir tín, og fastir mín, og hon var gift við Olaf Nielsen.

Pannukøkur, drýlur, vaflur, kleynir, lunda, Súlu, vit fingu alt, ikki minst kærleika.

Nøkur ár aftaná segði pápi við okkum, nú kemur eitt nýtt systkyn.

Heini abbi føddur Jacobsen og Marin omma fødd Holm úr Nólsoy og gift til Heina abba bónda úr handanágarðinum í Mykinesi, búðu eisini hjá okkum tá.

Dánjal kemur at búgva hjá okkum í Brøttulíð 10 segði pápi, hann hevur fingið lærupláss hjá Frits Jensen (Buglu Jensen) í Gundadali.

Yesss fýra systrar og ein nýggjan stórabeiggja, nú fái eg handan stórsmílandi Mykinesdrongin sum beiggja, tá var Dánjal um tannáringaaldur.

Eg var góður við Dánjal og hann við meg, eg koyrdi biltúr við Dánjal, eg lurtaði tá hann spældi trummur í orkestri, eg hjálpti honum, tá hann hevði verið í býnum, eg hugdi tá hann arbeiddi uppá bilar, hann vandi eisini nakrar ferðir við HB, so var tað undarligt, hann var mín størsta fyrimynd

Vit tosaðu oftani um, hvør bilur kundi koyra 160 km/t niðan forbí grøvina, BMW 2002 og so Toyota Supra og so møguliga hasin flotti Toyota Carina við hvítum leðursetrum sum tit gjørdu aftur tá hann var blivin buglaður.

Skermarnir og hurðarnar til bilin vóru í Brøttulíð 10, tað var trongligt í kjallarnum við 25 livandi seyðum úr Mykinesi á hestartíð, áðrenn fletting og tá pápi stakk, har var nógv blóð, og Toyota eykalutir mitt í rokanum.

Vit vóru 10 fólk á umleið 90 kvm og 25 seyðir og fult av eykalutum í kjallarnum í Brøttulíð 10, nokk av plássi segði pápi, og lívið var herligt, pápi smíltist og segði at vit høvdu nógv størri pláss enn í Stallhúsi í Mykinesi sum var hansara barnaheim.

Tá eg mitt í øllum 1975/76 fór at halda við Eysturoyingi í tvey ár í kappróðri, tá mátti eg forsvara tað, hart og sannførandi fyri mínum vinfólkum, at eg sveik Havnarbátin.

Dánjal og beiggjn Kári eru systkinabørn úr Mykinesi segði eg, og teir rógva við Eysturoyingi, so eg haldi við Eysturoyingi.

Dánjal var ein fittur fýrur, so sera behagiligur at vera saman við, aldrin illur, hatta Stallhús skálkasmílið.

Dugdi síni ting til punkt og prikka, sum prestur segði.

Dánjal var maskinmeistari og silgdi við Polar Princess og Vesturvón, arbeiddi hjá Sev seinastu árini og var væl lýddur og dámdi sera væl hjá SEV, Dánjal teknaði og ordraði alt, tá hann bygdi teirra summarhús við Gjógv, niður til mm og alt passaði til UG.

Hann skemtaði eitt sindur við, at um hann var húsasmiður, so var tað nokk við cm.

Seinni flutti Dánjal niðan í íbúð hjá Rasmus pápabeiggja og Maritu á marknagilsvegnum, har fekk hann eisini hjartarúm og húsrúm og Jaspur og Janet og Katrinu Mariu systkinabørnini sum bestu vinir.

Góði Dánjal farvæl og takk fyri teg og tín persón, og góða Jónvá og Kris Martin og Bára Josefina við familju og systkini Kári og konan Elin og Eydna og maðurin Ellindur við familju, vit familjan kondulera og syrgja tykkara stóra miss.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 07. november 2024