Leygardagur 28. desember 2024 | Nr. 52 | Árgangur 5 | Kr. 0,00
SíÐa 8
SíÐa 12
SíÐa 3
SíÐa 23
SíÐa 29
SíÐa 33
Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7
Enn eitt ár er farið, og ársskifti stendur fyri framman. Skeiðið hjá hesi samgonguni er runnið, og løgmaður situr í løtuni og fyrireikar seg til næstseinastu nýggjársrøðu sína í hesum valskeiði.
Leita vit okkum eitt ár aftur í tíðina, so má viðgangast, at løgmaður ikki hevur hepnast serliga væl við at bjarga umdøminum hjá hesi samgonguni, sum tá – fyri einum ári síðani – var merkt av, at hann var lopin frá sínum klokkukláru vallyftum, og valdi at gera avtalu við russar um fiskiveiðiavtalu.
Í somáta er støðan einki broytt, annað enn at tíðin er gingin, og veljarin hevur vant seg við tankan og kanska gloymt lyftisbrotini.
Tað er so nógv annað, sum er hent í politiska dunnuhylinum hetta árið.
Fyri samgonguna man misálitis-málið mótvegis landsstýriskvinnuni við umhvørvismálum vera tað mest týðandi málið, sum er hent politiskt í hesum árinum. Vit hava fyrr víst á, at málið var óneyðugt, og spill av góðum kreftum at ofra eina unga dugnaliga kvinnu á politiska vígvøllinum í einum máli, sum innast inni var ein bagatell.
Vit vita tað ikki enn, men misálitið kann møguliga fara at vísa seg sum eitt vegamót í føroyskum politikki.
Fyri Javnaðarflokkin tí tað tykir sum um, at sitandi formaður og løgmaður ikki hevur formatið, sum skal til fyri at venda gongdini hjá flokkinum. Hann tykist ikki at vera nóg birgur í mótráki, og tað kann hugsast, at hann sjálvur umhugsar støðu sína sum floksformaður. Og tað eru heilt vist javnaðarfólk, sum halda, at hann átti at verið skiftur út.
At hann ikki megnaði at skera ígjøgnum tápuliga stríðnum í veljarafelagnum í høvuðsstaðnum í góðari tíð undan kommunuvalinum, er eitt dømi um tvørrandi leiðaraevni.
Skal eitt formansskifti vera í flokkinum, so skal tað vera skjótt, tí nú er tíðin farin at renna niðureftir til komandi løgtingsval.
Og tað heldur absurda er, at tann einasti, sum stendur styrktur eftir umrødda misálitismál, er unga kvinnan, sum spældi høvuðsleiklutin. Men er hon til reiðar at bjóða løgmanni av?
Fyri Tjóðveldi er tað longu hent, at sama mál – óbeinleiðis og ótilætlað – gjørdist orsøk til at tann flokkurin fekk nýtt forfólk.
Stavnamaðurin gjøgnum eina fjórðingsøld valdi at leggja frá sær í bestu árum og bestu senditíð, og nú er tað landsstýriskvinnan við almannamálum, sum skal bjarga flokkinum, hvørs veljaratøl sambært veljarakanningum hava verið vanlukkulig alt hetta árið.
Ofta hevur almannamálaráðið verið kallað ráðið fyri neyð og elendigheit, og her upp undir jól, hava vit hoyrt nógvar søgur um fólk, sum ikki megna at lívbjarga sær og sínum, tí kostnaðurin fyri býli og tær mest neyðugu gerandisvørurnar er hækkaður so nógv.
Áhugavert verður tað at fylgja við, hvussu tað ver at lukkast almannamálaráðkvinnuni at føra flokkin gjøgnum brotasjógvarnar hetta fram til komandi val. Neyvan verða almannakundarnir, sum koma at bjarga flokkinum.
Og áhugavert verður eisini at fylgja við, hvørja ávirkan tað fær fyri Tjóðveldi at hava tvey tingfólk sitandi sum leysakrút á teimum ytstu tingsessunum, sum – óbeinleiðis – vóru orsøkin til at stavnamaðurin á eyðmýkjandi hátt mátti siga frá sær í beinleiðis Dag & Viku sending og eitt forfólkaval í skundi, sum ikki vísti serliga gott stev í flokkinum.
Og so hava vit Framsókn, ið ikki longur hongur saman sum flokkur eftir at ein meiriluti av tingmanningini atkvøddi ímóti einum hjartamáli frá egnum landsstýrismanni í vár. Helst eitt eindømi í politiskari søgu í Føroyum. Framsókn hevur útspælt sín leiklut sum liberala samvitskan í føroyskum politikki, og er ikki álítandi longur, sum úrslitið av býráðsvalinum í Havn so týðuliga vísti.
Við hesum hugleiðingum um døpru útlitini hjá sitandi stýri føroyska fólkaræðinum, fara vit at ynskja øllum okkara lesarum eitt gott og eydnuberandi nýggjár!
Tað var bara ein tími eftir til lands tá Naddoddur fekk stóran sjógv í Stathavinum út fyri norsku strondina og holvdist. Livar Nysted greiðir í sjónvarpssending frá hendingini
- Tað var ringt veður áðrenn, men knappliga var tað sum ein bumba brast. Himmal og hav stóð í einum roki. Tað var sum heglingur at fáa sjórokið í andlitið, man fekk ikki hugt.
- So kemur eitt brot beint aftanfyri, sum var so stórt, at tú slapp slett ikki undan. Tað lyftir bátin upp og báturin koppar framyvir. Tað var ekstremt ógvusligt.
Soleiðis greiðir Livar Nysted frá í sendingini "Brotið - Livar málar lagnustund", sum varð send í sjónvarpinum jólakvøld.
(Mynd: KvF)
Livar Nysted greiðir frá um hendingina tá seksæringurin Naddoddur holvdist í illveðri út fyri norsku strondina og eitt fólk druknaði 26. august. Hann sigur millum annað í sendingini, at tey ikki fingu siglt øðrvísi.
- Vit høvdu vindin inn á stýriborðsíðu og royndu at sigla so tætt upp á vindin sum møguligt. Vit kundu ikki leggja bátin meira undan, tí so høvdu vit ikki rakt á Noreg. Vit royndu at sigla so tætt uppá vindin sum møguligt fyri at stytta um leiðina til lands, og fóru vit longur á stýriborð, mistu vit ferðina.
Leiðin hjá Naddoddi, sum legði frá landi 24. august (Skíggjamynd: Kvf.fo)
- So vit kundu ikki fara nakran annan veg enn akkurát tann vegin, vit fóru. Og tað var Stathavið vit komu í, sum er eitt tað ringasta farvatni norðan fyri miðkringin.
- Tað var óheldigt, at vit skuldu enda við ar fara handan vegin, men vit fingu ikki gjørt nakað við tað. Tá man ikki hevur nakran motor. Og vit høvd bara umleið ein tíma eftir til lands, tá vit fingu stóra brotið á okkum, greiðir Livar frá.
Við Naddoddi av Tvøroyri til Noregs vóru seks fólk. Livar Nysted úr Hvannasundi og so fimm ymsastaðni frá. Tá báturin holvdist endaði 29 ára gamla meksikanska Carla Dana undir bátinum og sat føst. Lív hennara stóð ikki til at bjarga.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2024
Familjan hjá manningini á Gadus fekk bestu jólagávuna. Flakatrolarin kom á Ánirnar sunnukvøldið
Gadus legði um 22 tíðina sunnukvøldið at í Ánunum, og fyri teimum vóru sum vera man nógv spent fólk, sum gleddust um at síggja síni kæru aftur.
Fiskiskapurin hevur verið smáligur og flakatrolarin hevði 120 tons av flak og 50 tons av mjøli við úr Barentshavinum.
Nógv fleiri myndir eru at síggja her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2024
Longst sitandi borgarstjórin í Føroyum tók við í 1989. Anita Joensen heldur fram sum varaborgarstjóri - nevndirnar eru ikki skipaðar í Skálavík enn
Longst sitandi borgarstjóri í Føroyum er 67-ára gamli skálvíkingurin, Linjohn Christiansen.
Hann tók á fyrsta sinni við í 1989, og skiparin hevur harvið sitið við róðrið í Skálavík í 36 ár.
Tað fer av álvara at nærkast 40 árum. Hetta er greitt, eftir at bygdaráðið í Skálavík partvíst skipaði seg 2. jóladag.
Heimasíðan skalavik.fo skrivar, at Linjohn Christiansen heldur fram sum borgarstjóri. Hann var fyrstvaldur á valinum 12. november við 23 atkvøðum
Harumframt er greitt, at Anita Joensen heldur fram sum varaborgarstjóri. Hon var næstvald á lista A, sum fekk trý av teimum fimm umboðunum á valinum 12. november.
Nevndirnar eru ikki skipaðar enn. Tað verða tær tó ein av næstu døgunum - nýggja kommunustýrið tekur við mikudagin, sum er fyrsti dagur í 2025.
Kommunustýri, sum tekur við 1. januar 2025 í Skálavík:
Nr. | Listi | Navn | Atkvøður |
1 | A | Linjohn Christiansen | 23 |
2 | B | Jákup Myllhamar í Geil | 15 |
3 | A | Anita Joensen | 14 |
4 | A | Sunniva E. M. í Stovuni | 13 |
5 | B | Torkil Dalsgaard | 12 |
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2024
Poul Laust Christiansen fór í part við minnilutanum og tískil er greitt, at Janus Thomsen heldur fram sum borgarstjóri í Hvalba
Janus Thomsen heldur fram sum borgarstjóri í Hvalba. Hetta gjørdist greitt eftir býráðsfund sunnukvøldið.
Janus Thomsen stillaði annars upp á lista A, sum á kommunuvalinum kom í minniluta við trimum av sjey bygdaráðslimum.
Listi B fekk meirilutan við fýra bygdaráðslimum.
Fyrstvaldi bygdaráðslimurin, Ronni Hammer á lista B, kallaði bygdaráðið saman sunnukvøldið at skipa seg.
Tvey uppskot vóru um borgarstjóra. Ronni Hammer á lista B skeyt Otto West upp, og Jóhannes Liasson Rasmussen á lista A skeyt Janus Thomsen upp.
Tá avtornaði fór Poul Laust Christiansen á lista B í parti við lista A, og tryggjaði Janusi Thomsen meirilutan og borgarstjórasessin.
Poul Laust Christiansen varð valdur til varaborgarstjóra.
Hesi vórðu vald í bygdaráðið í Hvalbiar kommunu:
Listi A 179 atkvøður
Janus Thomsen 48 atkvøður
Jóhannes Liasson Rasmussen 39 atkvøður
Rakul Mørk 23 atkvøður
Listi B 286 atkvøður
Ronni Hammer 45
Jónfinn Poulsen 44
Otto West 43
Poul Laust Christiansen 38
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2024
Eitt ár eftir at tunnilin til Sandoyar lat upp, er fólkatalið í Sandoy økt við trimum prosentum
Við undirsjóvartunnlum kemur fólkavøkstur.
Tað staðfestir Hagstovan, nú tað er gingið eitt ár síðan tunnilin til Sandoyar lat upp.
Fólkatalið í Sandoynni hetta árið er vaksið við 37 fólkum, sum svarar til ein fólkavøkstur á 3 prosent.
Tað er á leið sami lutfalsligi vøkstur, sum var í Vágunum og Eysturoynni eitt ár eftir at Vága- og Eysturoyartunlarnir lótu upp, skrivar Hagstovan á Facebook-vanga sínum.
Sandoyartunnilin lat upp 21. desember í fjør
Sí myndirnar frá hátíðarhaldinum her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2024
Sum siðvenja er tollaksmessukvøld, var rekkjukoyring í Vágum mánakvøldið
Árliga rekkjukoyringin var í Vágum mánakvøldið, tollaksmessukvøld.
Jn.fo skrivar, at einir 150 bilar vóru við í longu bilrøðini hesaferð. Savnast verður við FK-handilin í Miðvági og síðani verður koyrt runt í oynni.
Fleiri gera nógv burturúr við at prýða bilin til høvið.
(Myndir: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2024
Besta ársúrslitið av byggifyritøkunum í 2023 hevði Articon við 29,2 milliónum krónum, meðan Spf. Jóan Petur Vang var á øðrum plássi við 14,7 milliónum í avlopi
Árið hjá byggifyritøkunum í 2023 hilnaðist munandi betur enn árið fyri, og var eisini merkt av, at ongin av byggifyritøkunum í kanningini hevði hall í 2023. Í 2022 høvdu tríggjar av 15 fyritøkum hall á samanlagt 34 milliónir krónur.
Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur gjørt eina greining av roknskapunum hjá størru føroysku byggifyritøkunum. Talan er um byggifyritøkur, sum í 2023 høvdu ein bruttovinning, sum var hægri enn 10 milliónir krónur. Talan er ikki um eina kanning av allari byggivinnuni í Føroyum, men bert teimum størru fyritøkunum, sum í hesi kanning eru 15 í tali.
Rakstrarúrslitini hjá 15 teimum størstu byggifyritøkunum 2019 - 2023
Samlaða úrslitið eftir skatt hjá teimum 15 størstu byggifyritøkunum í 2023 var samanlagt 95,4 milliónir krónur.
Hetta er ein stórur vøkstur frá 2022 tá ið sama úrslit var 41,2 milliónir og ikki minst samanborið við 2021, tá samlaða ársúrslitið hjá hesum fyritøkum bert var 367.000 krónur.
Úrslitini hjá byggifyritøkunum eru sera ymiskt, men allar 15 fyritøkurnar høvdu avlop í 2023.
Besta úrslitið í 2023 hevði Pf. Articon við 29,2 milliónum krónum. eftir skatt. Articon hevði í 24,8 milliónir í avlopi í 2022.
Næstbesta úrslitið hevði Spf. Jóan Petur Vang, sum hevði 11,9 milliónir krónur í avlopi í 2023 samanborið við 18,3 milliónir í 2022.
Á triðja plássi var Spf. MTV Byggivirki, sum í 2023 hevið eitt avlop upp á 6,6 milliónir krónur sammett við 7 milliónir í 2022.
Ta lægsta úrslitið av teimum 15 byggifyritøkunum hevði Spf. Norðhús, sum hevði 705.000 krónur í avlopi. Úrslitið í 2022 var 434.000 krónur.
Av teimum 15 byggifeløgunum vóru tað 10 feløg, sum høvdu betri úrslit í 2023 og fimm feløg, sum høvdu verri úrslit í mun til 2022.
Tey tíggju feløgini sum høvdu betri úrslit, høvdu samanlagt heili 66,2 milliónir krónur í betri úrsliti í 2023 sammett við árið frammanundan. Viðmerkjast skal at munandi betraða ársúrslitið hjá Pf. J&K Contractors á 38,4 milliónir krónur frá 2022 til 2023 ávirkar tølini nógv mest.
Tey fimm feløgini sum høvdu eitt verri úrslit høvdu samanlagt -7,4 milliónir krónur í minni úrslit í 2023 sammett við 2022.
Sæð yvir tey síðstu fimm árini, frá 2019 til 2023, so hava úrslitini verið sera misjøvn í byggivinnuni. Articon kann tó vísa nógv tað bestu fíggjarligu gongdina øll árini.
Fíggjarstøðan hjá størri byggifeløgunum 2023
Tað er stórur munur á fíggjarligu støddini og styrkini á byggifyritøkunum, sum eru við í hesi kanningini.
Størsta eginpeningin við árslok 2023 hevði Pf. Articon við 126,2 milliónum krónum. Næst størsta eginpeningi hevði Pf. Løvubetong við 64,3 milliónum og á triðja plássi var Pf. Kanjon við 44,4 milliónum krónum.
Byggivinnan er øllum kunnugt sera nógv tengd at konjunkturunum í samfelagnum, og harvið øllum byggivirkseminum í samfelagnum.
Staðfestast má, at sera nógv byggivirksemið hevur verið síðstu árini, og sæst hetta eisini aftur í úrslitunum hjá byggifyritøkunum síðstu árini.
Hóast árið 2024 enn ikki er lokið, verður varliga mett, at byggivinnan eisini í 2024 fær eitt rímuliga gott úrsit.
Hvussu fer at hilnast komandi árini, velst serliga um búskaparligu gongdina í samfelagnum. Um íløgurnar til bygging hjá tí almenna, kommunala, hjá vinnuni og hjá privatum persónum heldur á at vaksa, fer at stagnera, ella fer at minka komandi árini.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2024
Skaðin sum Akranes fekk norðan fyri Føroyar fyrst í desember, kostaði reiðarínum milliónir
Nógvir viðfestivognar fingu skaða, tá Akranes kom í ringan sjógv norðan fyri Føroyar 5. desember, og tað kostar Smyril Line millum fýra og fimm milliínir krónur.
Tað sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, við útvarpið.
Viðfestivognarnir stóðu íbundnir, men rivu seg leysar og gjørdu stóran skaða.
Smyril Line eigur viðfestivognarnar, men tað sum var í bingjunum, áttu íslendskir fiskaframleiðarar, veit útvarpið at siga.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2024
Tað gongur framá við at gera nýggja Høgaberg kláran at lata Framherja í Fuglafirði
Í løtuni verður seinasta hond løgd á nýggja Høgaberg í Skagen.
Skrokkurin til skipið kom til Skagen í mars mánaði, og skipið skuldi eftir ætlan koma í flotan í summar, men ymsar seinkingar hava havt við sær at skipið er munandi seinkað.
Talan verður um eitt 88 metrar langt og knapt 17 metrar breitt uppsjóvarskip, sum lastar umleið 3.400 tons.
Skipið verður mest sum systurskip hjá nýggja Finni Fríða, sum Varðin í Gøtu fekk handað í august í ár, tó lastar Høgaberg eitt vet meira.
Prísurin á nýggja Høgabergi liggur um 350 milliónir krónur.
Fleiri myndir av nýbygninginum her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2024
Sjófólk á 105 skipum hava fingið jólapakkar frá sjómanskvinnuringum og øðrum
Aftur í ár hevur Føroyska Sjómansmissiónin givið jólapakkar til føroyska sjófólkið, og í ár vórðu 1.125 pakkar latnir umborð á 105 skip, skrivar Trúboðin.
Pakkarnir koma frá sjómanskvinnuringum og øðrum, sum vilja gleða og stimbra sjófólkið.
Fyrstu pakkarnir vóru latnir skipum fyrst í november og teir seinastu 20. desember.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2024
Frá á nýggjárinum verður tað Sjóvinnustýrið, sum sendir út siglingarfráboðanir í staðin fyri Søfartsstyrelsen
Frá á nýggjárinum verður tað Sjóvinnustýrið, sum sendir út siglingarfráboðanir fyri føroyskt sjóøki.
Siglingarfráboðan er boð um broytingar í sjókortum, antin varandi ella galdandi í styttri tíðarskeið. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við deildina fyri Land- og sjókort á Umhvørvisstovuni, skrivar Sjóvinnustýrið.
Vitaverk og og sjóuppmerking vórðu yvirtikikin 1 juni í ár, og tá kom ábyrgdin at senda út siglingarfráboðanir á føroyskar hendur. Síðani tað hevur danska Søfartsstyrelsen vegna føroyskar myndugleikar sent út siglingarfráboðanir – ‘Efterretninger for søfarende’.
Men 1. januar fer Sjóvinnustýrið at senda út siglingarfráboðanir fyri føroyskt sjóøki, og hesar fara sostatt ikki at vera partur av donsku ‘efterretninger for søfarende’ longur.
Sjóvinnustýrið skrivar, at tað tí er umráðandi, at skiparar og navigatørar melda seg til at fáa siglingarfráboðanir á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum her.
Siglingarfráboðanir skulu ikki blandast við siglingarávaringar, sum eru skundboð til skipaferðslu. MRCC Tórshavn hevur ábyrgdina av at senda út siglingarávaringar.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2024
Gamla EB-húsið verður avhendað til kommununa, og afturfyri fær Eiðis Bóltfelag nýtslurætt til nýggja EB-húsið vestanfyri høllina
7. desember skrivaði Eiðis kommuna undir sáttmála um bygging av nýggjum felagshúsi til EB, og leygardagin varð sáttmáli gjørdur millum Eiðis kommunu og Eiðis Bóltfelag um avhending av gamla EB-húsinum.
Les eisini: Nýtt EB-hús verður bygt aftur at ítróttahøllini
Gamla EB-húsið verður avhendað til kommununa, og afturfyri fær felagið nýtslurætt til nýggja EB-húsið vestanfyri høllina, skrivar Eiðis kommuna í tíðindaskrivi.
Nýggja húsið verður ein tiltrongd dagføring av kørmunum kring virksemið hjá felagnum, hvørs høvuðsvirksemi er hondbóltur. Í húsunum vera m.a. skrivstovur, venjingarhøli, felagshøli og umstøður til klædnavask.
Sáttmálin millum partarnar tryggjar greið viðurskifti millum kommununa og EB um nýtsluna av húsinum.
Húsið verður ikki einans til fyrimuns til felagið, men fer eisini at lyfta høllina á eitt nýtt støði. Bøtt verður munandi um atkomuna til høllina – serliga hjá rørslutarnaðum. Tørvurin á einum goymslurúmi út frá hallargólvinum verður harumframt nøktaður, eins og rúm verður fyri øðrum felagsvirksemi á ovastu hæddini.
Nýggja EB-húsið verður ætlandi klárt at taka í nýtslu síðst í 2025. Tað er lokala fyritøkan SpF Hammer Smíð, sum stendur fyri byggingini, skrivar Eiðis kommuna.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2024
Avtala er gjørt við Rakul Mikkjalsdóttir, sertannlækna í ortodonti, um at veita serviðgerðir innan tannregulering og tannrætting
Tvøroyrar kommuna, ið letur ókeypis fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøkt til øll børn og ung undir 18 ár, sum eru meldað til í fólkayvirlitinum í kommununi, hevur nú gjørt samstarvsavtalu við Rakul Mikkjalsdóttir, sertannlækna í ortodonti.
Tað skrivar kommunan á heimasíðuni.
Rakul Mikkjalsdóttir fer at veita Barna- og ungdómstannrøktini hjá Tvøroyrar kommunu serviðgerðir innan tannregulering og tannrætting frá 1. apríl 2025 at rokna.
1. november varð Anna Mikkjalsdóttir sett í starv sum leiðandi tannlækni á barna- og ungdómstannrøktini í kommununi, eftir at Rutt Jensen, tannlækni og Merete Mathiesen, sertannlækni í ortodonti báðar hava nátt fráfaringaraldur og gevast í teirra størvum 31. mars 2025.
Eftir 1. apríl 2025 verður tað sostatt tær báðar systrarnar Anna og Rakul Mikkjalsdóttir, sum saman við starvsfólkunum í barna- og ungdómstannrøktini hjá Tvøroyrar kommunu, ið koma at veita børnum og ungum undir 18 ár fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøkt, har í eisini boyla- og tannrættingar viðgerðir.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2024
Uppgávan hjá fólkaskúlaráðnum, sum tekur við 1. januar og skal sita í trý ár, er at geva landsstýrismanninum við barna- og útbúgvingarmálum ráð í øllum málum um fólkaskúlan
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við barna- og útbúgvingarmálum, hevur sett nýtt fólkaskúlaráð, sum tekur við 1. januar 2025 og skal sita í trý ár.
Uppgávan hjá fólkaskúlaráðnum er at geva landsstýrismanninum ráð í øllum málum um fólkaskúlan.
Fólkaskúlaráðið kann umrøða og gera tilmæli til landsstýrismannin um arbeiðsøki, skipan, faklig-, námsfrøðilig- og trivnaðarlig viðurskifti í fólkaskúlanum.
Í sínum arbeiði hevur ráðið møguleika at leita sær ráðgeving hjá serkønum, ið hava royndir og vitan á økinum.
Fólkaskúlaráðið ger sjálvt sína fundarskipan við støði í teimum málum, sum landsstýrismaðurin ynskir viðgjørd og teimum málum, ið ráðið sjálvt heldur eru umráðandi at varpa ljós á og veita landsstýrismanninum ráð um, skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið í tíðindaskrivi.
Nýsetta Fólkaskúlaráðið er mannað við hesum limum:
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2024
Fuglafjarðar kommuna og Jónas Bloch Danielsen hava gjørt avtalu um at enda samstarvið
Jónas Bloch Danielsen er ikki longur leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Hesum boðar Fuglafjarðar kommuna frá á heimasíðuni. Sagt verður ikki júst hvør orsøkin er til, at samstarvið er enda, men sagt verður, at kommunan vil leggja eina nýggja kós.
- Eftir eitt tíðarskeið við innanhýsis samskifti eru partarnir vorðnir samdir um, at ein fráfaringaravtala er tann besta loysnin fyri báðar partar, sigur kommunan.
Avtalan merkir, at leiðarin er fríttstillaður 23. desember.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
- Leiðarin í Mentanarhúsinum hevur verið ein týðandi partur av menningini av húsinum síðani apríl 2017, og hevur hann havt ábyrgd av dagliga rakstrinum, menningini av tiltøkum og samstarvinum við bæði lokalsamfelag og aðrar mentanarstovnar í landinum.
Kommunan fer í næstum undir at lýsa eftir nýggjum leiðara til Mentanarhúsið.
Jónas Bloch Danielsen hevur verið leiðari í Mentanarhúsinum síðan 2017 (Mynd: Sverri Egholm)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 24. desember 2024
Talið á eftirkanningum fyri løgtingsárið 2023 er lægri enn undanfarin ár
Síðani løgtingsárið 2014 hevur verið ásett, at øll uppskot frá landsfyrisitingini skulu eftirkannast.
Tað er lógartænastan í Løgmálaráðnum sum hevur ábyrgdina av eftirkanningunum, og í løgtingsárinum 2023 eftirkannaði lógartænastan tilsamans 158 uppskot.
Lógartænastan eftirkannaði 96 prosent av uppskotunum innan fimm yrkadagar og 99 prosent av uppskotunum vóru eftirkannað innan átta yrkadagar, skrivar Løgmálaráðið.
Í ársfrágreiðingini hjá Løgmálaráðnum, sum kann lesast her, verður m.a. víst á, at talið á eftirkanningum er lægri enn undanfarin ár, og tað lægsta talið, síðani farið var undir at gera ársfrágreiðingar fyri 10 árum síðani.
Tað verður framvegis mett, at ov stórur partur av uppskotunum hjá landsstýrinum ikki verða løgd á almanna ummælisportalin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2024
Annan jóladag var elframleiðslan 100 prosent grøn – eisini hinar jóladagarnar var talan um 100 prosent grøna framleiðslu í rættiliga nógvar tímar
Um tær leingist eftir kavaveðri á jólum, kanst tú gleðast um, at vát jól við vindi eru grøn jól, skrivar Sev á heimasíðu síni.
Elframleiðslan annan jóladag var 100 prosent burðardygg um alt landið. Jólaaftan var 89 prosent grønur, og í tilsamans 9 tímar og 35 minuttir 100 prosent grønur. Jóladag var elframleiðslan 93 prosent grøn, og í góðar 13 tímar komu 100 prosent frá varðandi elframleiðslu.
Ta løtuna, dunnurnar vóru í ovninum jólaaftan, øktist eftirspurningurin eftir elorku, so tá var neyðugt at tendra motorarnar á Vágsverkinum og Sundsverkinum, men út á seinnapartin dalaði elnýtslan aftur. Vit brúktu mest el í tíðarskeiðnum millum klokkan 15.30 og 17.30 jólaaftan.
Jólamorgun og fyrrapart var nærum eingin vindur, so tá vóru aftur boð eftir Sundsverkinum og Vágsverkinum.
Tað er vatnorkan, sum hevur verið bulurin í elframleiðsluni um jólini. Jólaaftan stóð vatnorkan fyri góðum 51 prosentum og jóladag fyri sløkum 63 prosentum. Í Suðuroy er tað tó vindmyllurnar og battarískipanin, sum syrgja fyri 100 prosent grønari orku, tí vatnorkuverkið í Botni er undir umvæling.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2024
Hart tiltrongdi barnagarðurin hjá sandingum varð reistur undan jólum
Fríggjadagin 20. desember bleiv nýggi hart tiltrongdi barnagarðurin hjá sandingum reistur. Tað skrivar Sands kommuna.
- At síggja merkið veittra yvir snotiliga bygninginum beint undan jólum, er ein gáva, sum vit í Sands bygdarráði eru so sera errin av, sigur kommunan.
Tað er byggifelagið Bulur sum stendur fyri arbeiðinum, tað var eisini Bulur sum bygdi nýggja skúlan fyri Sands kommunu.
Nýggi barnagarðurin á Sandi fer at hava pláss fyri umleið 100 vøggustovu- og barnagarðsbørnum.
Sáttmálin fyri barnagarðin er upp á 22 milliónir krónur.
(Myndir: Sands kommuna)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2024
Farna fríggjadag vórðu 11 starvsfólk hjá Articon heiðrað
Fríggjadagin 20. desember skipaði Articon fyri jólahugna á Hjalla í samband við, at starvsfólkini hjá ArtiCon fóru í jólaferiu, og á skránni var m.a. heiðran av 11 starvsfólkum, sum øll høvdu havt 10- ella 20 ára starvsdag í 2024.
Jón Sigurdsson, stjóri, segði nøkur orð og takkaði teimum fyri teirra trúfesti og ídni, skrivar Articon í tíðindaskrivi.
Tey, sum hava verið í 10 ár eru Heini Danielsen, Jana Djurhuus, Sunnvard Andreasen, Heðin Olsen, Birgir Svavarsson, Jón í Soylu, Torkil A. Hansen og Kári Viderø Olsen
Tey, sum hava verið í 20 ár eru Høgni N. Thomsen, Katrin Petersen og Aksel Johannesen.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2024
Sjey mans høvdu rundan starvsdag hjá Mest í 2024
Sjey mans hava havt rundan starvsdag hjá Mest í 2024, og bleiv tað heiðra á árliga jólahugnanum á Skála og í Havn undanfarna hósdag.
Á Skála hevði Finnbogi Hellisfoss og Jóhan Medardus Jacobsen 40 ára starvsdag.
Í Havn hevði Kári Holm 45 ára starvsdag, Signar Dam 40 ára starvsdag, Jens Hansen 30 ára starvsdag og Uni Magnussen 25 ára starvsdag.
Finnbogi Hellisfoss og Jóhan Medardus Jacobsen
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2024
Ummæli av konsertini hjá Jólasoul 19. desember á Reinsarínum
Tað var sum at ganga inn í ein vetrarligan grannskóg. At koma inn til konsertina hjá Jólasoul á Reinsarínum hóskvøldið. Hølið var prýtt við granngreinum. Uppi undir loftinum, á vegginum, á gólvinum, á pallinum. Saman við eyðkendu, massivu træbjálkunum og træloftinum, biðlaði tað til eina heita løtu. Ikki ov nógv. Ikki ov lítið. Einfalt. Ein hugnalig vetrarkensla. Eitt flótt huglag.
Jólahýrur í mínum vaksna lívi, hevur ikki verið ein jólastandur, men meira løtur, jólaløtur. Og hetta kvøldið á Reinsaríðnum, traðkaði eg beint inn í eina slíka.
Tær fimm, Jasmin Mote (jazzygold), Marianna W. Nagata (Marianna Winter), Dania O. Tausen, Katrina Olsen (Katari) og Anna Sofía Skoradal (gówa) + SWAY bjóðaðu aftur í ár inn til ársins jólakonsert við JÓLASOUL. Í ár var konsertin serlig, tí tað hesuferð var fimta konsertin og tær í tí sambandi hava givið út eina nýggja føroyska jólaútgávu.
Hesar fimm kvinnurnar, eru nakrar av fremstu sangarinnunum í Føroyum í løtuni, og eisini millum tær yngstu á professionella tónleikapallinum í Føroyum við óteljandi ymsum tónleikaverkætlanum tilsamans undir egnum navni og ymiskum bólkum. Tónleikurin varð framførdur av einum stórum húsorkestri; Vár Miðberg (trummur), Karl Andrias Stórá (bass), Kristian Pauli Ellefsen (klaver), Vinjar Egilsnes Petersen (synth) og Ari Johannesen (gittar).
Tað er forkunnugt fyri meg at skifta leiklut til eina konsert, frá einans at vera áhoyrari og luttakari, til eisini at vera eygleiðari. Eg hevði fyrireikað meg uppá, at hetta fór at skapa eina frástøðu til framførslurnar, upplivingina, løtuna. Men soleiðis varð ikki. Tað loyvdu Marianna, Dania, Anna Sofía og Katrina mær ikki. So skjótt tær trinu á pallin, fyrstu tónarir floymdu út í rúmið og tær byrjaðu at syngja, varð eg bergtikin av teirra karisma og personligu útstráling, hvør sær og saman. Eg varð hugtikin av at merkja sambandi millum hesar kvinnurnar. Bæði í felags framførslunum og framførslum, har tær sungu hvør sær, við kóri aftanfyri seg. Tað merktist væl, at tær eru tryggar við hvørja aðra og kennast væl. Tónlistarliga. Ræddarliga. Persónliga. Nærveran og tryggleikin teirra millum ferðaðist útum pallkantin og legði seg millum okkum áhoyrarar.
Eg fari at kóka konsertupplivingina niður í trý orð ella tema:
Fjølbroytni í breiðastu merking. Konsertin var sum heild ein varierandi og lívgandi uppliving. Ein góð blanding av stillum og villum, gomlum og nýggjum sangum. Ein góð blanding av føroyskum og enskum, og ikki minst nýskrivaðum, føroyskum sangum. Ein góð blanding av sangum til gaman og til álvara. Fimm ymiskar røddir og ymiskar tilgongdir til framførslu. Eisini vóru onnur innsløg á skránni, sum góvu til fjølbroytni. Ein serliga sterk, stutt framførsla var, tá øll á pallinum høvdu eina acapella framførslu, har rútman varð klappað. Harumframt vóru teir tríggir gestasangarnir Ragnar Finsson, Eyðfinn B Lamhauge og Marius DC, sum veruliga settu sín dám á framførslurnar. Eisini SWAY (sum jú eru Katrina, Marianna og Dania) høvdu eina framførslu.
Í mun til fjøbroytni fái eg hug at taka fram Katrinu, sum eitt nú hevur skrivað sangin “Tað, ið dimt er” saman við Ari Johannesen – Katrina og Ari eru í bólkinum Katari saman. Katrina hevur eisini skrivað og gjørt útseting til lagið “Vátakavi”. Umframt at syngja sjálv, í SWAY og í kór, spældi Katrina eisini fleiri ljóðføri til konsertina. Hetta er bert eitt dømi uppá fjøllistafólk, hetta kvøldið.
(Mynd: Svanna Jákupsdóttir)
Hóast ein av styrkjunum hjá Jólasoul, er tað fjølbroytni tey leggja fyri dagin, so vóru nøkur av teimum føroysku løgunum til konsertina, løg sum frammanundan eru blivin spæld í nógvum ymsum búnum, á nógvar ymiskar hættir. Her hugsi eg eitt nú um løgini “Nissumamma og nissupápi”, “Hygg, kavin hann er komin”, “Sleðurokk” og “Føgur er foldin”. Tað er ein framhaldandi vandi fyri, at hesi løgini vatnast út og ovbyrjast. Samstundis er eru bæði útsetingarnar og framførslurnar hjá Jólasoul so nýskapandi og ørvísi, at tað tálmaði ovbyrjanini. Og onkrir klassikarir skulu sjálvandi eisini vera við til eina jólakonsert.
Megi. Tað var ein øgilig orka og ein máttur allar fimm kvinnur komu við á pallin. Og tað gjørdi húsorkestrið eisini. Tað merktist bæði í teimum meira friðarligu løgunum og eisini teimum meira lívligu løgunum. Ein serliga løta fyri meg í hesari konsertini, var framførslan hjá Onnu Sofíu av “You’re a Mean One, Mr. Grinch”. Tað var sum um, at skógarbotnurin lat seg upp hesa løtuna. Rødd hennara er so kraftmikil og megin fekk veruliga tað rúmið, hon kravdi. Og so var framførslan so innlivandi. Anna Sofía tók leiklutin á seg. Átti hann. Eisini framførslan hjá Jasmin av “Jólastress” osaði av orku og lívi. Og hóast evnið í sanginum er meira álvarsligt og snýr seg um ikki at hava so nógv um jólini, so var framførslan bæði løtt og stuttlig. Samstarvið og samspælið millum Jasmin og Eyðfinn, fekk alt at ganga uppí eina hægri eind.
Kreativitetur. Nýbrot og nýhugsan. At bróta burturúr nýggjum. Og skapandi evni. Alt hetta eyðkennir alla konsertina og eisini limirnir í Jólasoul. Bæði í mun til at skriva nýggjar tekstir á føroyskum, at umseta til føroyskt, at gera nýggjar útsetingar av gomlum løgum og ikki minst at endurskapa og samstundis fornýggja Jólasoul konsertina, sum nú hevur fimm ár á baki. Eg havi í hesum sambandi hug at taka fram dømi úr konsertini uppá at geva gomlum, siðbundnum jólasálmum nýtt lív. Dania hevur gjørt eina nýggja útseting av minni kenda sálminum “Jólaklokkan aftur ringir” hjá Jacob Jakobsen. Hennara nærlagda framførsla og vakra rødd, kveikti lív í og vakti mín áhuga fyri hesum minni kenda sálmi. Eisini Marianna megnaði, eftir mínum tykki, at festa nýtt lív í gamlan sálm. Og hóast Marianna valdi “Føgur er foldin”, sum kanska er ein av okkara størstu og mest sungnu jólasálmadýrgripum, so gav samansetingin av útsetinginini hjá Marionnu og Ragnari Finsson og framførslu teirra, sálminum ein nýggjan inniligleika.
Fyri meg standa felags framførslurnar sterkast eftir frá konsertini. Serliga havi eg hug at flagga fyri “Jól í Føroyum” og “Lat okkum droyma”. Takk fyri, Jólasoul.
Granntrø finnast í nógvum variantum og familjum. Summi sløg vaksa skjótt og gerast stór og onnur vaksa seinni og gerast til runnar. Hesa løtuna á pallinum í Reinsarínum, var jørðin fruktbar. Og úti í salinum – í grannskóginum - fingu røturnar hjá fimm máttmiklum granntrøum skógin at skelva.
Jasmin legði út við at siga til eina av sínum framførslum, at hon hevði valt at syngja ein sang hjá einari sangdrotning, Celine Dion. Ja, gamaní, er Celine ein drotning. Men tað eru hesar fimm kvinnurnar so sanniliga eisini. Føroyskar tónlistadrotningar.
Dania. Jasmin. Katrina. Marianna. Anna Sofía. Fimm royndar, fjøltáttaðar, virknar tónlistakvinnur. Føroyskar drotningar. Takk fyri konsertina. Takk fyri jólaløtuna. Ein av teimum ordiliga góðu jólaløtunum. Sum hvør veit...kanska varir longri enn eina løtu...
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2024
Flóðaldan annan jóladag 2004 kravdi umleið 227.000 mannalív
2. jóladag 2004 hendi ein av mest oyðileggjandi og drepandi náttúruvanlukkum í nýttjari tíð.
Ein ógvuslig flóðalda rakti 14 lond í og rundan um Indiska havið, og kostaði umleið 227.000 mannalív.
Í ár vóro sostatt 20 ár síðani vanlukkan hendi.
Vanlukkan byrjaði 26. desember 2004 klokkan 07.58 lokala tíð – tað er klokkan 00.58 okkara tíð – tá ein jarðskjálvti var til havs út fyri indonesisku oynni, Sumatra.
Fáar minuttir seinni fór alarmurin í gongd á Pacific Tsunami Warning Center á Hawaii. Her var metingin í fyrsta umfari, at jarðskjálvtin var umleið 8,0 á Richterskalanum, og at tað ikki var vandi fyri flóðaldu.
Tað vísti seg seinni, at jarðskjálvtin máldi 9,0 á Richterskalanum, og fór harvið í søguna sum tann harðasti, sum nakrantíð er máldur.
Jarðskjálvtin var so máttmikil, at hann fekk jarðarklótuna at førka seg upp í 25 millimetrar á síni ás. Undir vatnskorpuni skapti skjálvti eina aldu, sum tók dik á seg og flutti seg frá miðdeplinum í allar ættir.
Umleið 20 minuttir seinni náddi flóðaldan norðastu strendurnar á indonesisku oynni Sumatra.
Tá flóðaldan nam land, reistist hon sum eitt risastórt brimbrot – onkra staðni var hæddin upp í 24 til 30 metrar.
Hetta fekk vanlukkuliga fygjur alla staðni nær strondina. Í Indonesia doyðu upp móti 167.000 fólk í flóðalduni.
Um 10 tíðina fyrrapartin rakti flóðaldan sunnara part av Tailandi, har fleiri evropeisk ferðafólk vóru og hildu jólaferiu.
Ein tíma seinni skolaði flóðaldan yvir land á Sri Lanka og í sunnara parti av India. Seinni náddi aldan heilt yvir til afrikansku eysturstrondina, har serliga Somalia varð hart rakt.
Teir fyrstu tímarnar eftir at flóðaldan hevði rakt land, ljóðaðu altjóða tíðindini, at nøkur fá fólk høvdu latið lív. Men sum annar jóladagur gekk, byrjaði umfangið av vanlukkuni at ganga upp fyri heiminum.
Annað jólakvøld frættist, at yvir 12.000 fólk høvdu latið lív, og hereftir gjørdist skjótt greitt, at talan var um eina av størstu vanlukkunum, sum nakrantíð er hend, og á okkara leiðum gekk tað eisini upp fyri almenninginum, at nógvir evropearar og skandinavar, sum vóru á feriu, eisini vórðu raktir.
Og teir fylgjandi dagarnar vaks talið á deyðum í teimum raktu økjunum. Fyrst til 55.000, so 70.000 og 3. jóladag var talið komið upp á 82.847.
Í raktu økjunum høvdu 1,7 milliónir fólk mist sítt heim, og fólkini stríddust við at jarða tey deyðu. Heimsheilsustovnurin, WHO, óttst eisini fyri, at ruðulleikin eftir flóðaldina kundi føra til, at enn fleiri fóru at doyggja av smittandi sjúkum, sum kolera og dysenteri.
Eitt umfatandi hjálpararbeiði varð sett í verk. Upp á eina viku kom játtan um yvir 14 milliardir krónur í neyðhjálp til tey raktu økini.
Tá til stykkis kom, høvdu heimsins lond latið ella játtað 13,5 milliardir dollarar í neyðhjálp, sum svarar til næstan 97 milliardir í dagsins donsku krónum.
Eitt av teimum harðast raktu londunum á okkara leiðum, var Svøríki, sum misti ikki færri enn 543 borgarar í flóðalduni. 46 danskarar doyðu. Men tað gekk long tíð áðrenn tað endaliga kundi staðfestast, hvussu nógv mannalív flóðaldan hevði kravt.
Í Danmark ljóðaðu tíðindini eina viku eftir vanlukkuna, at 7 borgarar høvdu latið lív, meðan 454 vórðu saknað.
Eftir vanlukkuna í 2004 eru komnar betri ávaringarskipanir, sum kunnu forða fyri, at avleiðingarnar av eini slíkari flóðaldu gerast so stórar, sum tær gjørdust fyri 20 árum síðani.
Kelda: dr.dk
Mydirnar herundir eru frá einum minningarhaldi í Sri Lanka (Myndir: EPA)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2024
Ognarskapur og ræði á Grønlandi er alneyðugt, skrivar komandi amerikanski forsetin á Truth Social
Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump tykist ikki at hava gloymt ætlan sína um at keypa Grønland.
Á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, skrivaði Trump í gjár m.a. soleiðis:
– Fyri tjóðartrygdina og fyri frið kring heimin, heldur USA, at ognarskapur og ræði á Grønlandi er alneyðugt.
Tað skrivar hann í sambandi við, at hann hevur kunngjørt, at 49 ára gamli vinnulívsmaðurin og íverksetin, Ken Howery verður nýggjur sendiharri hjá USA í Danmark.
– Ken er ein altjóða virðukendur íverkseti, íleggjari og tænastumaður, sum hevur tænt tjóð okkara fyrimyndarliga sum sendiharri í Svøríki undir mínum fyrsta valskeiði, skrivar Trump.
Í dagføring sínari á Truth Social skrivar Trump ikki beinleiðis, at tað er amerikanskur ognarskapur og amerikanskt ræði á Grønlandi, sum er alneyðugt, men í august 2019 varð boðað frá, at Trump, sum tá var forseti í USA, ynskti at keypa Grønland.
Danski statsministarin, Mette Frederiksen segði tá, at hon helt hugskotið hjá Trump vera absurd, og til hetta svaraði Trump, at viðmerking hennara var "nasty" (vemmilig, red.) Eftir hetta avlýsti Trump eina vitjan í Danmark, sum skuldi vera fyrst í september 2019.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2024
Grønland verður ongantíð til sølu, sigur Múte B. Egede
– Grønland er okkara. Vit eru ikki til sølu og fara ongantíð at verða til sølu.
Tað sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, sum svar til útsøgnina hjá komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump.
– Tó skulu vit framhaldandi vera opin fyri samstarvi og handil við allan heimin, serliga okkara grannalond. Tá alt samstarv og allur handil ikki kann fara fram gjøgnum Danmark, sigur hann við Ritzau.
Tey bæði grønlendsku fólkatingsumboðini siga, eins og Múte B. Egede, at Grønland ikki er til sølu, tó eru tey opin fyri at økja samstarvið við USA.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2024
Og endurtekur ynskið um at vera til staðar í Grønlandi
Í eini serligari jólaheilsan á egna sosiala miðli sínum, TruthSocial, ynskir komandi forsetin í USA, Donald Trump, gleðilig jól til fleiri persónar og lond.
Eisini til “fólkið í Grønlandi, sum USA hevur brúk fyri til tjóðartryggjandi endamál, sum vil hava USA at vera har, og tað vilja vit...”, sum hann skrivar.
Yvirhøvur er henda serliga jólaheilsanin ætlað teimum, sum komandi amerikanski forsetin vil hava skulu gerast partur av USA, umframt Grønland, nevniliga Kanada og Panama.
Trum ynskir eisini gleðilig jól til kinesisku soldátarnar, sum “kærliga, men ólógliga reka Panama-veitina”, og til forsætisráðharran í Kanada, Justin Trudeau, sum hann kalla fyri “guvernør”, fyri enn einaferð at lufta tankanum um at innlima Kanada í USA sum tann 51. staturin.
Jólaheilsanin á TruthSocial sæst her
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2024
Tangaskipið Eagle S slakaði ferðina tá tað sigldi yvir kaðalin júst sum skaðin hendi á Estlink 2-elkaðalin jóladag
Sambært finska elfelagnum Fingrid, er skaðin á elkaðalin Estlink 2 millum Finnland og Estland, hendur í finskum sjóøki. Tað var í gjár, at staðfest var, at ein skaði var komin á annan av Estlink kaðalarnar, sum ganga tvørtur um Finsku víkina.
Ein talsmaður fyri Fingrid segði við finska kringvarpið Yle, at tað vísir seg, at skaðin á kaðalin er hendur nakrar kilometrar inni á finskum sjóøki. Felagið fyrireikar seg til at fara undir at umvæla skaðan, upplýsir talsmaðurin.
Tá skaðin varð staðfestur jóladag upplýsti felagið, at tey ikki kundu útiloka, at talan var um yvirgang, men felagið hevur ikki fleiri viðmerkingar í dag. Seinni í dag hevur finska løgreglan ein tíðindafundur hildin um málið, skrivar Yle.
Skaðin hendi klokkan 12.26 lokala tíð.
Sambært finska orkumálaráðharranum, Kai Mykkänen, fær skaðin ikki ávirkan á finsku elveitingina og heldur ikki á prísin, og tað er orsaka av at tað er nógvur vindur í Finlandi í hesum jóladøgum, og eisini lýðka í veðrinum umframt at stórur partur av ídnaðinum í landinum liggur stillur um jólini.
Løgreglan er nú farin at kanna hendingina saman við myndugleikan, sum heldur eyga við markinum kring Finnland. Serliga verður hildið eyga við hvørji skip vóru á leiðini, tá óhappi hendið, og her verður eisini serliga hildið eygað við russiska sokallaða ‘skuggaflotanum’, skrivar Yle.
Yle fekk mikukvøldið váttað, at tvey skip vóru á leiðini oman fyri kaðalin, tá brotið hendið.
Annað er oljutangaskipið Eagle S, sum siglir undir flagginum hjá Cook oyggjum, á veg úr Skt. Pætursborg til Egyptalands. Sambært nettænastuni MarineTraffic, so slakaði skipið heilt týðuliga ferðina júst um tað mundið, tá skaðin hendi.
Hitt skipið er kinesiska Xin Xin Tian 2, sum fór fram við kaðalinum átta minuttir áðrenn skaðin var staðfestur, og tí ikki longur er undir illgruna.
Sambært bretska sjóvinnu- og fíggjarmiðlinum, Lloyd’s List, er Eagle S ein partur av russiska skuggaflotanum.
Sambært miðlinum er skuggaflotin skip, ið eru yvir 15 ár, og hvørs eigarar eru ókendir. Skipini eru undir illgruna fyri at flyta olju úr londum, sum eru umfatað av handilsstongsli.
Sambært Lloyd’s List er tað eitt felag ið Emiratunum, Caravella, sum eigur skipið. Í summar skrivaði miðilin um tangaskipið í sambandi við, at illgruni var um, at tað var til vanda fyri trygdina og umhvørvið.
Jóladag skrivaði finski miðilin Iltalehti um hitt útlendska skipið, sum skuldi havt verið á leiðini har brotið hendi.
Bingjuskipið Xin Xin Tian 2 siglir undir Hong Kong flaggi, og skuldi, sambært Iltalehti, hava verið nærhendis Estlink 2 um tað mundi, tá brotið hendi. Men tað vísti seg seinni, at skipið sigldi yvir kaðalin átta minuttir frammanundan, skrivar Yle.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 26. desember 2024
Illgruni er um russiskt herverk í sambandi við kaðalbrot, men einki samband hevur verið við Russland um málið, staðfestir Alexander Stubb. Málið skal kannast nærri, og Nato verður meira til staðar í Eystarasalti
Jóladag fekk Estlink 2 kaðalin, sum gongur tvørtur um finsku víkina millum Finnland og Estland, stóran skaða.
Beinanvegin var illgruni um herverk (sabotasju), og hugt varð eftir Russlandi. Serliga tí at tangaskipið Eagle S, sum er partur av sonevnda russiska skuggaflotanum, var í økinum og slakaði týðuliga ferðina tá tað sigldi yvir kaðalin júst sum skaðin hendi á elkaðalin.
Málið hevur eyðsæð høga raðfesting í Finnlandi, og heilt stutt eftir kaðalbroti skrivaði Alexander Stubb, forseti, um tað á sosiala miðlinum X.
Í gjár hevði finski forsetin tíðindafund. Har staðfesti Stubb, at einki veruligt samband hevur verið við Russland um málið - eingin "diplomatisk reaktión". Tó hevur ein talsmaður fyri russisku forsetaskrivstovuna sagt, at hetta er eitt "smalt evni", sum ikki nakað serligt er at siga um. Alexander Stubb heldur, at skaðin kundi verið størri, um ikki Eagle S varð steðgað.
Tað hava verið tvey líknandi kaðalbrot tað seinasta árið. Í hesum førinum gjørdu finnar skjótari av við at fáa yvirlit, staðfesti Stubb, sum eisini vísti á, at hetta ikki er tilvild: At tríggjar líknandi sakir eru innan fyri eitt ár.
Hetta skrivar finski miðilin Helsingin Sanomat. Sambært honum legði finski forsetin dent á, at man ikki skuldi gera ov skjótar niðurstøður í málinum. Um hendingin var herverk/sabotasja, og eitt annað land stendur aftanfyri tað, so fer Finnland at eyðmekrja tað, og gera tað greitt.
Finland og Estland hava annars funnið semju við Nato um, at Nato fer at vera meira til staðar í Eystarasalti. Hetta vátta bæði Alexander Stubb og Mark Rutte, Nato-aðalskrivari.
Tað kann taka fleiri mánaðir at umvæla Estlink 2 kaðalin, staðfesta serfrøðingar á økinum.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2024
Teir fáa í staðin lívlangt fongsul uttan møguleika fyri royndarleyslating
Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur broytt revsingina hjá 37 av 40 deyðadømdum fangum í amerikanskum fongslum.
Deyðarevsingin hjá teimum 37 fangunum verður broytt til lívlangt fongsul uttan møguleika fyri royndarleyslating.
Umsitingin hjá Biden hevur fyribils steðgað avrættingum av fangum í samveldisfongslum í málum, sum ikki snúgva seg um yvirgang og hópdráp.
Millum teirra, sum hava fingið broytt sína revsing eru níggju persónar, sum er dømdir fyri at drepa aðrar fangar, fýra, sum eru dømdir fyri dráp í sambandi við bankarán, og ein, sum hevur dripið ein fangavørð.
Tey trý, sum ikki hava fingið broytt sína deyðarevsing er ein, sum stóð aftanfyri álopið á Boston Marathon í 2013, ein, sum í 2015 skeyt og drap níggju litt fólk í einari kirkju í Charleston, og ein, sum drap 11 jødar í einari synagogu í Pitsburgh í 2018.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 23. desember 2024
Frakland: Sjey menn og ein kvinna eru dømd fyri at hava havt ein leiklut í drápinum á Samuel Paty í 2020
Farna fríggjadag gjár varð dómurin sagdur í málinum, har átta persónar vóru skuldsettir fyri at hava spælt ein leiklut í drápinum á franska læraran, Samuel Paty, í 2020.
47 ára gamli lærarin varð í oktober 2020 dripin av einum 18 ára gamlum manni við kekenskum rótum, eftir at hann hevði brúkt tekningar av profetinum Muhammed í undirvísing sínari um talufrælsi. Hann varð hálshøgdur á veg heim frá arbeiði.
Drápsmaðurin varð skotin til deyðis av løgregluni, men sjey menn og ein kvinna eru nú dømd fyri at hava havt ein leiklut í málinum.
Millum tey, sum eru dømd í málinum, eru tveir menn, sum eru 22 og 23 ára gamlir. Teir eru dømdir fyri m.a. at hava hjálpt drápsmanninum við at fáa fatur á einum knívi. Teir hava báðir fingið 16 ára fongsulsrevsing, skrivar Ritzau.
Ein annar, sum varð dømdur í málinum, var pápi at einari gentu, sum gekk á skúlanum, har Samuel Paty arbeiddi.
Undan drápinum hevði pápin lagt sjónbond út á sosialar miðlar, har hann legði Samuel Paty undir at hava revsað dóttir hansara, eftir at hon hevði klagað um hansara undirvísing. Hann nevndi Samuel Paty og skúlan við navni, og skal hava samstarvað við ein mann, sum hevði stovnað ein islamistiskan felagsskap.
Teir báðir fingu ávikavist 13 og 15 ára fongsul.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2024
Stóri eldsbrunin í apríl 2019 gjørdi, at eingin jólamessa var í heimskendu fronsku dómkirkjuni í fimm ár
Seint jólaaftan og út á jólanátt var stórfingin løta í Notre Dame dómskirkjuni í franska høvuðsstaðnum, Paris.
15. apríl 2019 kom eldur í kendu kirkjuni. Og tað var ikki nakar lítil eldsbruni, sum skjótt og lætt varð sløktur.
Dómskirkjan frá 1100-talinum fekk stóran skaða; millum annað á kenda takpartin. Tað var í 2021, at gongd varð sett á at endurbyggja. Yvir seks milliardir krónur vórðu savnaðar til endamálið, og vóru tað serliga franskir ríkmenn, sum spýttu í.
Fyrr í mánaðinum lat kenda krikjan dyrnar uppaftur fyri vitjandi, og á midnátt jólaaftan byrjaði fyrsta midnáttarmessan í Notre Dame síðani 2018.
Jólamessan er ógvuliga gamal siður. Okkurt hevur órógvað, men áðrenn stóra eldin hevði Notre Dame síðani fyrst í 1800-talinum, eftir franska kollveltingin endaði, á hvørjum ári hýst midnáttarmessuni. Eisini meðan heimsbardagar og annað hevur leikað á.
Myndir: EPA
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2024
Millum 400 og 500 útlendskir gestir vitja á heysti 2026, har dart á høgum stigi verður í Føroyum
Beint fyri jól atkvøddu evropeisku londini í World Darts Federation um, hvat land skal verða vertur fyri EM í 2026.
Talan gjørdist um eitt søguligt val, tí valið fall á Føroyar, sum ongantíð hevur hýst eini EM-kapping áður. Eisini fyri føroyska ítrótt verður talan um stóra og søguliga hending:
- Í tali av luttakandi londum, er EM í dart uttan iva størsta ítróttatiltak, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Og um hugt verður eftir tali av íðkarum, er tað helst eisini størsta altjóða kapping í Føroyum - um sæð verður burtur frá Oyggjaleikum.
Føroya Dartsamband upplýsir, at World Darts Federation hevur 76 limalond. Av hesum eru 45 lond í Evropa. Vanliga senda umleið 40 av londunum lið til EM - tað eru tó ikki øll, sum senda lið hjá báðum kynunum. Talið av spælarum í kappingini verður tí umleið 300.
Talan er um eina liðkapping, har kappast verður í samanlagt fýra dagar.
- EM í dart er fyri landslið og liðini eru mannað av fýra monnum og fýra kvinnum, sum spæla dystir í fýra dagar. Liðini kappast í trimum greinum hjá hvørjum kyni, einmansleiki, tvímansleiki og liðkappining.
Tað at nýggj høll er ávegis við Tjarnir ger, at tað er gjørligt at hava so stórt tiltak. Dartsambandið samstarvar við Gist og Vist-samtakið um mat og gisting og annars við ÍSF og Visit Faroe Islands.
At EM í dart verður í Føroyum hevur eisini við sær, at aðalfundurin hjá World Darts Federation 2026 verður hildin í Føroyum og at nevndarlimir úr teimum europeisku dart-londunum eisini koma til Føroya hesar dagarnar.
- So við leikarum, venjarum og nevndarlimum kann roknast við, at millum 400 og 500 útlendskir dart-gestir koma til Føroya í sambandi við EM.
WDF Europe Cup verður í Føroyum í døgunum 29. september til 3. oktober 2026.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2024
Talan er um Jákup Norðoy Vilhehlmsen, sum hevur verið partur av U21-landsliðnum seinastu tvey árini. 20-ára gamli verjuspælarin var leigaður til EB/Streym seinna helming av 2024
Ungir lokalir spælarar spæla ógvuliga lítið í KÍ, og í summar fór evnaríki áleyparin Jóhan Josephsen út á Toftir. Har átti hann sín leiklut í, at B68 helt sær í deildini.
Fyrr í vetur varð greitt at B68 eisini leigar Jóhan í fyrru hálvu av 2025, og nú er greitt at ein annar ungur klaksvíkingur fer við.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024
Fyri jól kunngjørdi EB/Streymur, at 22-ára gamli Meinhard Debes Geyti hevur gjørt sáttmála fyri næsta kappingarár. Bakkurin hevur spælt 37 dystir í Betrideildini
Fyrr í vetur hevur EB/Streymur gjørt sáttmála við Búa Egilsson og Mórits Heina Mortensen úr NSÍ. Og nú er so triðji leikarin úr NSÍ komin til EB/Streym. Talan er um 23 ára gamla verjuleikaran Meinhard Geyti.
Hetta upplýsti EB/Streymur fyri jól.
Meinard hevur spælt 37 dysti í Betrideildini við NSÍ, har hann hevur skotið eitt mál. Harafturat hevur hann spælt fýra dystir í kappingini um løgmanssteypið og 96 dystir í 1. deild.
- Meinhard er ein sterkur verjuleikari, sum bæði kann spæla í miðverju og sum bakkur. Hann er góður defensivt ein móti einum, arbeiðssamur og aggresivur.
Soleiðis sigur Sigfríður Clementsen um nýggja spælaran. Meinhard Geyti sigur sjálvur , at hann er spentur og til reiðar til nýggju avbjóðingina.
23-ára gamli verjuspæalrin úr Saltangará byrjaði inni sum høgri bakkur hjá NSÍ fleiri dystir í 2024. Hann kemur kanska serlgia sum avloysari hjá Bergi Poulsen, sum er farin til B36. Bergur Poulsen hevur verið fastur høgri bakkur hjá EB/Streymi seinastu tvey árini.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 25. desember 2024
Thomas Gabrielsson verður hjálparvenjari hjá KÍ og skal hjálpa landsmanninum
KÍ hevur skrivað undir við svenska venjaran, Thomas Gabrielsson. Hann skal hjálpa landsmanninum, Magnus Powell, við besta mansliðnum.
- Fyri meg kennist tað sera hugvekjandi at royna nýggja umhvørvið. Eg havi fingið sera professionella viðferð higartil frá øllum, sum eg havi havt samband við í felagnum. Eg eri ógvuliga spentur upp á nýggju uppgávuna, sum byrjar nú í januar og ikki minst at møta hjálparfólki, leikarum og øllum, sum eru kring felagið. Mítt mál og vón er, at komandi ár kemur at eydnast okkum væl, sigur Thomas Gabrielsson við heimasíðuna hjá KÍ.
Thomas Gabrielsson er 43 ára gamal, og hevur verið hjálparvenjari í svenskum feløgum. Síðstu tíðina hevur hann verið høvuðsvenjarin í Östersund, har Magnus Powell eisini hevur starvast.
Betrideildarhópurin hjá KÍ byrjar eftir ætlan at venja 6. januar.
Magnus Powell er høvuðsvenjari hjá KÍ (Savnsmynd)
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2024
Nú sjey stig frammanfyri Chelsea ið snávaði á heimavølli í gjár. Marran hjá Manchester-feløgunum heldur fram - Nottingham vann fjórða dystin á rað og er á 3. plássi
Siðvenjan við nógvum Premier League-dystum 2. jóladag heldur fram. Úrslitini í ár vóru hesi:
Manchester City - Everton 1-1
Bournemouth – Crystal Palace 0-0
Chelsea – Fulham 1-2
Newcastle – Aston Villa 3-0
Nottingham Forest – Tottenham 1-0
Southampton – West Ham 0-1
Wolverhampton – Manchester United 2-0
Liverpool – Leicester City 3-1
Chelsea við nógvu dýrtkeyptu spælarunum - millum annað Cole Palmer - var leingi á sigurskós móti Fulham, men í 82. minutti og í yvirtíðini sló útiliðið til á Stamford Bridge.
Liverpool tók av seinni um kvøldið, og økti um leiðsluna í oddinum. Uppflytarin Leicester legði seg annars á odda eftir fimm minuttir á Anfield, men mál frá Cody Gakpo, Curtis Jones og Mohammed Salah syrgdi fyri 3-1 sigri og trimum stigum afturat til liðið hjá Arne Slot.
Harvið hevur Liverpool sjey stig niður til Chelsea á 2. plássinum. Umframt hetta hevur liðið eisini spælt ein dyst færri, og harvið byrjar tað av álvara at anga av meistaraheiti nummar tvey seinastu fimm árini á Anfield.
Arsenal - og serliga Manchester City - hava ikki livað upp til væntanirnar og vónirnar higartil í kappingarárinum. Fyrrnevnda hevur spælt ov nógvar javnleikir, men kundi í gjárkvøldið minka um munin upp til Liverpool niður til seks stig við sigri á heimavølli móti uppflytaranum Ipswich. Og tað lukkaðist. Arsenal vann ein tepran 1-0 sigur.
Manchester City hevur vunnið fýra meistaraheitið á rað, men er nú 14 stig frá Liverpool. Eftir 1-1 javnleikin móti Everton 2. jóladag er greitt, at liðið hjá Pep Guardiola bert hevur vunnið ein av sínum seinastu 13 dystum í øllum kappingum. Bernardo Silva legði annars heimaliðið á odda tíðliga í dystinum, men Everton svaraði aftur og fekk sín triðja flott javnleik á rað - Chelsea og Arsenal beint fyri jól. Jordan Pickford bjargaði brotssparki hjá Erling Haaland stutt eftir steðgin, og meira at klóra sær í nakkanum av hjá Pep Guardiola.
Aðrastaðni í býnum hugsar Ruben Amorim kanska eitt sindur um, hvat hann man hava sagt ja til. Tað er eydnast honum at vinna á júst Everton og Manchester City, síðani portugisin tók við í november, men við 2-0 tapinum fyri Wolves, ið lá á 18. plássi, hevur Manchester United tapt fýra av teimum seinastu Premier League-dystum og liggur á 14. plássi - nærri niðurflytingini enn Champions League-plássi. Liðformaðurin Bruno Fernandes fekk sítt seinna gula kort beint eftir steðgin, og Wolves kom á odda við beinleiðis hornasparki.
Tað gongst heldur ikki serliga væl hjá Tottenham, sum 2. jóladag tapti 1-0 fyri Nottingham Forest. Fjórði sigurin á rað hjá Nottingham, og tann fimti í seinastu seks dystunum hjá felagnum, sum nú, ógvuliga óvæntað, er á 3. plássi.
Komandi umfar í Premier League verður spælt í morgin, mánadagin og týsdagin.
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 27. desember 2024
KÍF lorkaði tað burtur og spilti kjansin at hála inn á Fleyr
Hotel Djurhuus-deildin:
KÍF – Fleyr 1-3 (19-25, 26-24, 16-25, 23-25)
KÍF spilti sær kjansin at hála inn á Fleyr á øðrum plássi og tók ikki av, tá ið høvið beyðst sunnudagin; serliga í fjórða setti, har KÍF var á odda 13-4, men lorkaði tað burtur og tapti settið 25-23 og dystin 3-1.
Tó var einki sum bendi á nakran spennandi dyst, sum tað hóast alt varð, tá Fleyr fleyg framum 11-3 í fyrsta setti. KÍF kom kortini afturíaftur, og bardi seg upp á 19-20, men tað var næstan sum tá kettan spælir við músina, tí næstu fimm bóltarnar vann Fleyr og settið 25-19.
Annað sett var øvugt av tí undanfarna, og hesa ferð var tað KÍF, sum gjørdi eitt skarvslop og fór framum 9-1. Greiða leiðslan svann tó so líðandi, og brádliga var Fleyr frammanfyri 23-19. Við fimm stigum á rað, ikki minst takkað verið slagstyrkini hjá Elsu Samuelsen, fótað KÍF sær aftur og fór framum 24-23, áðrenn settið varð vunnið 26-24.
Eftir at hava verið aftanfyri við sjey stigum í triðja setti, minkaði KÍF um munin til 12-15, tá ið tað aftur fór at dragna millum liðini, áðrenn Fleyr vann 25-16.
Og so vóru vit aftur í fjórða setti, sum KÍF iðrar seg um ikki at fáa meira burtur úr, tá leiðslan var so mikið stór sum 13-4, men endaði við 23-25 tapi.
Við sigrinum dró Fleyr frá aftur hinum liðunum, sum í seinastuni hava nærkast teimum á øðrum plássi.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
SÍ 22 stig
Fleyr 16 stig
Mjølnir 13 stig
KÍF 11 stig
TB 10 stig
Dráttur 0 stig
Kappingin verður tikin uppaftur næsta sunnudag, 5. januar
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 22. desember 2024
Undan jólum eydnaðist at avgreiða útsettu dystirnar í øllum deildunum. Dystirnir vórðu útsettir eitt illveðursvikuskifti í november
Fleiri dystir í landskappingini í talvi komu upp í røkur av illveðrinum, sum var vikuskiftið 23.-24 november, tá fjórða umfar í liðkappingini var á skránni.
Undan jólum eydnaðist at avgreiða allar útsettu dystirnar í øllum deildunum.
Her eru úrslitini í fjórða umfari og støðan í øllum deildum.
1 deild (4. umfar)
Sandavágur - Klaksvík B 3½-½
Klaksvík - Havnin 1-3
Kollafjørður - Havnin B 1-3
Støðan 1 deild
Havnin 13½ stig
Sandavágur 12½
Klaksvík 8½
Havnin B 5
Klaksvík B 5
Kollafjørður 3½
Kappingin í fremstu deildini stendur sum vant millum havnarmenn og vágamenn. Ikki færri enn tíggju telvarar hava verið um tey fýra borðini í teimum fýra dystunum hjá Havnar Telvingarfelag higartil. Sandavágsmenn hava afturímóti bara verið fimm í alt.
Úrtøkan hjá einstøku telvarunum á fremstu trimum liðunum er henda:
Havnin
Helgi Dam Ziska 2/2
Luitjen Akselsson Apol 2/2
Carl Eli Samuelsen 2/2
Hjalti Toftum Jógvansson 2/2
Martin Poulsen 1/1
Sjúrður Thorsteinsson 1½/2
Herluf Hansen 1½/2
Olaf Berg ½/1
Elias Petersen ½/1
Heiðrikur Jacobsen ½/1
Sandavágur
Høgni Egilstoft Nielsen 4/4
Jón í Horni Nielsen 4/4
Torkil Nielsen 2/3
Rógvi Egilstoft ½/1
Silas Eyðsteinsson 2/4
Klaksvík
Heðin Gregersen 3/4
Rani Baldursson 2/3
Ólavur Simonsen 2/4
Eyðun Nolsøe 0/1
Terji Petersen 1½/4
Kappingin í 2 deild er jøvn og spennandi. Bara trý stig eru á muni millum fremsta og aftasta lið. Kappingin um uppflyting tykist standa millum Sandavág og Toftir.
2 deild (4 umfar)
Sandavágur - Havnin B 2½-1½
Toftir - Klaksvík 2½-1½
Havnin - Kongshavn 2½-1½
Støðan 2 deild
Sandavágur 9½ stig
Toftir 8½
Klaksvík 8½
Havnin B 8
Havnin A 7
Kongshavn 6½
Kappingin um uppflyting í næstbestu deildina er fyrst og fremst millum sundalagsmenn í Róki og vestmenningar. Sundalagsmenn hava munin, sum er.
3 deild (4 umfar)
Kollafjørður - Havnin 2½-1½
Sandavágur - Vestmanna 1-3
Gøta - Rókur 1½-2½
Støðan 3 deild
Rókur 12½ stig
Vestmanna 10½
Gøta 8½
Kollafjørður 7½
Havnin 5½
Sandavágur 3½
Meðan seks lið eru í 1.- 2.- og 3 deild, so eru liðini í 4 deild tíggju í alt. Her eru fýra umfør telvað higartil.
4 deild (3. umfar)
Gøta - Sandavágur B 1½-2½
Toftir - Sandavágur 2½-1½
Havnin - Rókur 2-2
Strendur - Klaksvík 0-4
Strendur B - Suðuroy 2-2
Støðan 4 deild
Klaksvík 10½ stig
Sandavágur B 7½
Suðuroy 7
Rókur 6½
Sandavágur A 6
Strendur 6
Gøta 5½
Toftir 5
Havnin 3
Strendur B 3
Telvað verður aftur 12. januar. Tá koma dystirnir í fimta umfari fyri. Kappingin er tá hálvrunnin. Í hesum fimta umfarinum bresta oddaliðini í 1 deild saman í fyrra sínamillum dystinum. Tá verður telvað soleiðis:
1 deild (5. umfar, 12 januar)
Havnin A - Sandavágur A
Havnin B - Klaksvík A
Klaksvík B - Kollafjørður
Greinin varð fyrstu ferð løgd út 21. desember 2024